HIN HEILAGI BARDAGIN eftir John Bunyan Útgevarar: FORLAGIÐ LEIRKERIÐ/NÝGGJA FORLAGIÐ Umsett úr enskum eftir av VICTOR DANIELSEN Til lesaran Mær tykir løgið, at teir menn, sum mangt frá fornum tíðum siga, rætt sum rangt, og kappast hvør við annan hesum í, tá tiga um tað harða, drúgva stríð um Mannasál, men rokna hetta bert sum tað, ið ei er eina frásøgn vert. Tó kennir eingin sjálvan seg, um hann ei veit um hetta stríð og stríðið vann. Av søgum eru mangar, veit eg væl, um ymisk evni bøkur uttan tal; tær opinbera tann, ið hevur skrivað, sum hann seg inn í evnið hevur livað. Nú, summir skriva slíkt, sum aldri var, ei verður; teir bert droyma, byggja sær upp borgir og av ongum reisa fjøll og tala, sum teir kendu alt og øll. Sjálv byrjanin ber boð, alt fáfongd er; av vísdómi slíkt skin bert bókin ber, at lærisveinar slíkir vinna lætt, sum trúgva, svart er hvítt, og rangt er rætt. Men annað havi eg at gera enn við tómum ævintýrum villa menn; tað, her er frásagt, kunnigt mongum er, sum hjartarørdur vitnisburð tí ber. Tí Mannasál væl kendur er tann staður; um stríð hans ivast heldur eingin maður, sum lívsins trupulleika hevur roynt, er kunnigur við høgt og djúpt og loynt. So lurta nú! Eg hevji mína rødd og telji, hvussu Mannasál var stødd, at hon varð feld, varð tikin, gjørd til træl, mót honum reist, sum vildi henni væl, bar hat til harra sín og stríddi hart mót honum, fór við óvin hans í part. Um ein til lygn vil gera tað, hann tá avnokta heimsins bestu søgu má. Eg kenni staðin henda, búði har, tá hann varð reistur, tá hann feldur varð, sá Gamla Orm, sá, tá hann staðin átti, tá Mannasál for honum lúta mátti, tá hann sum kongur heiðraður varð har, tá borgin honum undirbrotlig var. Tá Mannasál sær válkaði í synd, Gud vrakaði, var fyri góðum blind, tá hon seg vápnaði til stríð við Gud, vanvirdi hann, tók myrkrið sær til lut tá var eg har, og eg, eg gleddist við, at hon og Gamli Ormur bundu frið. Nei, einki penti eg eitt ævintýr, og mistak er tað stórt, um onkur trýr, eg skrivi fyri fólk at flenna fá; hvørt vet, eg skrivi, royndi eg og sá. Eg vápnaðan sá himmalkongsins her kringseta staðin; ikki gloymt tað er, tá horn varð blást, og hoyrd varð høvdings rødd, og kring um staðin høvd sást tætt við høvd; tá kongsins lið til stríðið fylkti seg til deyðadag mín hetta minnist eg. Eg fyri vindi merkið blaktra sá, og hvussu teir har inni samdust tá at drepa Mannasál og oyða brátt úr enda og í enda hennar mátt. Eg skansar reistar sá kring Mannasál og sleingitól, sum kendu væl sítt mál; teir stóru steinar sviðu dygst við meg, ta ræðslu, tá meg greip, ei gloymi eg; teir brutu, soraðu, eg minnist tað, ja, Deyði sjálvur, skuggi hans tann dag lá yvir Mannasál; hon rópti tá: ?Vei mær, vei mær! Eg deyðan doyggja má.? Múrbrótarar eg sá, og hvussu teir á Oyrnaportur bardu, so at meir enn hetta portur helt eg fór á grund; skalv allur staðurin í somu stund. Eg herróp hoyrdi, og eg slagið sá, sá summar dvína, summar herja á, sá særdar, dripnar, ja, og meiri enn: Til lívs sá reistar aftur falnar menn. Eg djarvar berjast sá, á somu tíð sum særdir góvu seg á harða stríð! ?Drep, drep!? varð rópt; men streymur mangur har av tárum meir enn blóði fullur var. Og stóð enn ikki slagið samt og javnt, tó varð várt mót á nátt sum degi lamt; tí rópt varð: ?Takið staðin, herjið á!? Og kundi nakar hvíla, svøvnast tá! Eg var har við tann dag, tá portrið fall, eg var har, táið sigursrópið gall, tá Mannasál stóð vónleys sá tað stríð, tað mannaslátur, henni birtist í. Tá kongur sendi Toruson avstað at taka fíggindan eg minnist tað; tá hann og óndi hópur hans til háð í leinkjum leiddir vórðu eg tað sá. Immanuel eg sá, og hvussu nú í Mannasál hann ráddi, festi bú í henni sá, hon hvílu neyt og ró, fekk fyrigeving, elskaði hans lóg. Tá tiknir vórðu púkarnir, eg sá, og hoyrdir, leiddir rættarstaðin á; ja, Mannasál tað væl eg minnast kann krossfesti, dømdi hvønn uppreistrarmann. Í hvítum búna borgin klædd nú varð, og navnið Kongsins Elskaða hon bar; hon alskyns prýði dýr frá honum fekk, við leinkjum, dýrum ringum skrýdd hon gekk. Hvat skal eg siga? Fólkið feldi tár, av kongsins góðsku bøtt varð sorgin sár; ja, summi grótu, summi vóru glað; eg kann ei siga alt, eg havi sæð. Men alt um Mannasál og hennar stríð er satt og ikki ævintýr trúgv tí! Teir ynsktu báðir Mannasál at fá, teir bardust báðir, hetta mál at ná; ?mín er hon!? Gamli Ormur frekur segði, Immanuel tó guddómsrættin hevði til staðin. Teir í hernað fóru tá; tá rópti Mannasál: ?Eg doyggja má!? Hon helt, á stríðnum eingin endi var; tí ein tók hana og fekk valdið har; tann, seinast tapti, svór: ?Kann eg ei fá ta borg, eg skal við oyðing hana slá!? Á Mannasál! Eitt stríðsins heim ert tú; er bardagin ei veruleiki? Jú, hann annað er enn tíðindi um stríð, enn ótti fyri stríði, brósti í, enn mangur lítil samanbrestur her, enn hugsan mong, í mannabarmi er. Tú hoyrdi vápnagný, sást blóðig svørð, sást falnar menn, tá orrustan var hørð; mást tú ei kenna óttan meir enn tey, sum ikki royndu stríðsins hørðu neyð, sum, um teg hoyrdu onkun trummu slá, tó ikki noyddust heimi flýggja frá! Tú ikki eina hoyrdi hornið blást, men frægu tínar deyðasærdar sást; tí kunnu vit ei vænta, at tú fert í part við tann, sum skemtar, narrast bert, sum endar stríðið, áðrenn byrjað er, vanæruligan frið við óvin ger. Á Mannasál! Títt stríð eitt tekin er um gott, um ilt, øll ævin við sær ber; tí varir meiri um hjá tær enn teim, sum lættsint venda sína sorg í gleim, sum ongum stúra fyri, bert tey fá tað, lívið býður, heimsins lukku ná. Alt hetta sannar tann, hvørs bústað er í landi tí, sum navnið Heimur ber. So haldið meg nú ikki líkan tá við hesar menn, sum stjørnur stara á og siga seg við vissu vita tað, at hvør av hesum stjørnum er eitt stað, ið hýsir skepnum, líkum okkum her, at hvør ein heimur líkur hesum er; sannføra kunnu teir tó ongan mann, sum hevur vit og fingrar telja kann. Ov leingi havi eg nú tarnað tær og lýst við kyndli, har sum sólskin var. Kom inn, kom inn! Ei úti standi tú! Tí mangan meiri skalt tá síggja nú av lutum sjáldsomum á hesum stað, sum føða eygu, gera sinni glað. Og ert tú kristið fólk, tað greitt tær er, at alrastørsta virði í tí er. Men lykil mín, hann, mást tá gloyma ei í loyndardómum finna menn ei leið; og nýt hann beint, skal gátan skiljast væl, og tú við míni kvígu pløga skal! (Dóm. ). Farvæl! Eg legði hann í gluggan har. Skjótt ringja kann til gravar fyri tær. JOHN BUNYAN partur Hin heilagi bardagin Á ferðum mínum sum eg gekk um mong lond og mangar landslutir bar so á, at eg kom í hitt víðagitna landið Heim. Tað er ógvuliga stórt og vítt land og liggur millum pólarnar báðar og mitt ímillum hini fýra himmalhornini. Hetta land er vatnríkt, fult av fjøllum og dølum, liggur væl fyri og er mest allar staðir ið hvussu er, har sum eg var sera fruktagott. Har býr nógv fólk, og veðurlagið er ógvuliga gott. Fólkið hevur ikki alt sama lit, heldur ikki sama tungumál, somu siðir ella sama átrúnað; nei, tað sigst, at tey eru so ymisk sum sjálvar gongustjørnurnar. Summi eru rætthugsandi, og summi rangvørg, júst sum fólkið er í smærri londum. Nú bar so á sum sagt er at eg kom at ferðast um hetta land. Og har ferðaðist eg so leingi, at eg lærdi reiðiliga væl høvuðstungumál teirra, somuleiðis siðir og atburð teirra, ið eg var ímillum. Satt at siga dámdi mær sera væl mangt og hvat, sum eg hoyrdi hjá teimum. Ja, eg varð so hugtikin av teimum og atferð teirra, at eg óivað beint fram hevði livað og doyð millum teirra eins og ein innføddur, hevði ikki húsbóndi mín sent boð eftir mær at koma heimaftur og arbeiða fyri seg og eisini hava umsjón yvir ymiskum har hjá sær. Í hesum frálíka landi Heimi er ein vakur og dámligur staður, nevndur Mannasál. Hesin staður er so óvanliga vakurt bygdur, liggur so væl fyri og hevur so stór framíhjárættindi nú meini eg við, sum hann upprunaliga var at eg kann siga um hann, sum eg áður segði um landið, hann stendur í, at líki hansara er ikki undir øllum himlinum. Viðvíkjandi hvar hesin staður stendur, so er tað mitt ímillum heimarnar báðar. Tann, sum í upphavi grundaði og bygdi hann, var eftir teimum bestu og mest álítandi frásøgnum, ið eg havi kunnað fingið hendur á ein, sum æt Alvaldi. Hann reisti staðin sær sjálvum til gleði. Hann gjørdi hann til mynstur fyri alt, ið hann hevði skapt, ja, til krúnuna og meistaraverkið, oman fyri alt, hann gjørdi har í landinum. Summir siga, at hesin staður var so avbera vakur, táið hann upprunaliga varð bygdur, at synir Guds komu niður at síggja hann verða grundaðan og sungu av frøi (Job ). Og sum hann gjørdi hann fríðan á at líta, so gav hann honum eisini vald, so hann skuldi ríkja yvir øllum landinum rundanum. Ja, øll fingu tey boð um at rokna Mannasál fyri høvuðsstað sín og sameint vísa honum lýdni og heiður. Og staðurin sjálvur hevði veruliga frá kongi sínum fingið myndugleika og vald at áleggja øllum at tæna sær og eisini at noyða ein og hvønn at lúta, sum á onkun hátt sýtti at gera hetta. Í miðjum staðnum var reist eitt tiltikið og prútt kastali. Tað var so sterkt, at tað kundi verða kallað eitt verndarvirki, so vakurt, at tað kundi verðið nevnt eitt Paradís, og so stórt og rúmsátt, at fyri tað allur heimurin hevði fingið verið í tí. Hetta kastali hevði Alvaldi kongur ætlað sær sjálvum einsamøllum og ongum øðrum enn sær, bæði tí hann hevði gleði av tí, og tí hann vildi forða fyri, at ræðsla fyri fremmandum skuldi liggja yvir staðnum. Hann læt eisini eitt hermannalið hava støðu í kastalinum; men at verja tað leit hann eina mannasálingum upp í hendur. Staðarmúrarnir vóru væl laðaðir, ja, so sterkt og óvikiliga vóru teir bundnir saman og festir, at hjálpti ikki fólkið í staðnum sjálvt til at bróta teir niður, vórðu teir ikki skaldir í allar ævir. Tí í hesum sást ómetaligi vísdómur hansara, sum bygt hevði Mannasál, at eingin óvinur, hvussu sterkur hann so var, kundi nakrantíð bróta múrarnar niður ella so mikið sum fáa skarð í teir, uttan so var, at mannasálingar samtyktu í tí. Hesin navngitni staður, Mannasál, hevði fimm portur, og ikki var komandi inn í hann ella farandi út úr honum uttan um eitt teirra. Tey vóru gjørd á sama hátt sum múrurin, tað er, tey kundu ómøguliga verða tikin við valdi, kundu aldri verða latin upp ella brotin upp, uttan fólkið innanfyri vildi og gav loyvi til tess. Hesi portur itu: Oyrnaportur, Eygnaportur, Munsportur, Nasarportur og Kensluportur. Ymiskt annað var, ið hoyrdi til Mannasál, sum, um tit løgdu tað aftrat hesum, ið sagt er, hevði enn meiri víst tykkum dýrd og mátt staðarins. Innan fyri múrar hansara var altíð havt á goymslu ríkligt at liva av. Ongar staðir í heiminum vóru tá so góðar, gagnligar og frálíkar lógir sum har. Óargadýr, skálkur ella svíkjari var ikki ein í Mannasál tá. Íbúgvarnir vóru allir rættiligir menn, og samanhaldið teirra millum var gott. Sum tit vita hevur hetta jú miklan týdning. Og so leingi sum teir bóru seg væl at og vóru Alvalda kongi trúgvir, áttu teir altíð aftrat øllum hesum tokka hansara, livdu undir varðveitslu hansara, vóru gleði hansara. Og mangt tílíkt kundi verðið roknað upp. partur Nú var á hesum døgum ein, ið æt Gamli Ormur, ein veldigur risi. Hann gjørdi atsókn á henda víðagitna stað, Mannasál, og ætlaði at taka hann og hava hann til bústað sjálvur. Hesin risi var kongur yvir hinum svørtu, og villmaður var hesin høvdingi. Við loyvi tykkara skulu vit nú fyrst greiða frá uppruna hansara og síðani, hvussu hann tók henda tiltikna stað, Mannasál. Hesin Gamli Ormur er av sonnum ein stórur og máttmikil kongur, men kortini fátækur, ja, veruliga ein biddari. Viðvíkjandi uppruna hansara, var hann av fyrstu tíð ein av tænarum Alvalda kongs, sum hevði skapt hann og gjørt hann til ein hin hægsta og máttmiklasta mann sín, ja, givið honum vald yvir londum og landslutum, sum vóru av hinum bestu, ið hann ríkti yvir. Gamli Ormur varð gjørdur sonur morgunroðans (Es. norsk ums.), og av hesum kom hann í høgan stand og fekk mikla dýrd, stóran heiður og slíka inntøku, sum mátti verið djevulshjarta hansara nóg mikið, hevði tað ikki verið sum Helviti sjálvt, at tað hvørki mettaðist ella fyltist. Nú, táið hann sá seg soleiðis lyftan upp til vald og heiður, og tað kókaði í honum eftir at klúgva enn longri upp og koma í enn hægri stand, hvat gjørdi hann tá! Hann byrjaði at hugsa við sær sjálvum um, hvussu hann kundi náa at sita sum harri yvir øllum og hava einavald næstur eftir Alvalda. Men hetta vald hevði kongurin ætlað soni sínum, ja, hann hevði longu givið honum tað. Gamli Ormur grundaði tí nú fyrst við sær sjálvum á, hvat best mundi vera at gera; síðani segði hann summum feløgum sínum úrslitið, ið hann var komin til, og teir hildu hitt sama sum hann. Ráðini, ið teir løgdu upp, táið saman um kom, vóru, at teir skuldu drepa hann, so teir kundu fáa arvin (Luk. ). At gera stutt: Avgjørt varð at gera hesi svik, sum eg segði, tíðin varð ásett, kenniorðið givið, uppreistrarherurin savnaður saman á avtalaðum staði, og álopið roynt. Men kongurin og sonur hansara høvdu eyguni eftir øllum allar staðir. Tí var tað ómøguligt annað, enn at kongurin sá alt, ið gjørt varð í londum hansara. Og við tað at hann altíð elskaði son sín sum seg sjálvan, loypti hetta ógvuliga ilt í hann, og vreiði hansara varð stór um tað. Tað, sum hann gjørdi, var tí, at hann legði hendur á teir í stundini, í fyrstu atløgu, teir gjørdu fyri at útinna ráð síni. Hann prógvaði teir sekar í svikum móti sær, opinberaði ræðuliga uppreistur teirra og samansvørjingina, ið teir høvdu ráðlagt og nú roynt at útinna í gerð! Síðani tók hann frá teimum øll álitisstørv og góðskuprógv, allan heiður og øll serrættindi. Tínæst bannlýsti hann teir úr hirð síni og stoytti teimum, fast bundnum í leinkjum, oman í hinar øgiligu avgrundir. Aldri aftur kunnu teir vænta sær nakað gott frá honum, men noyðast at bíða eftir hinum æviga dómi, ið hann hevur ásett teimum ( Pæt. Jud. ). Við tað at teir nú vóru bannlýstir úr øllum álitisstørvum, vinningi og heiður og eisini vistu, at teir í allar ævir høvdu mist góðsku kongsins koyrdir úr hirð hansara og stoyttir oman í hinar ræðuligu avgrundir so skulu tit ikki ivast um, at teir nú løgdu aftrat hugmóðinum, ið frammanundan hevði valdað teimum, allan óndskap og alla øði móti Alvalda og soni hansara, sum teir kundu. Teir reikaðu og flakkaðu tí um í miklari vreiði av einum staði á annað fyri at vita, um teir fingu ikki hevnt seg á kongin við at finna og leggja í oyði okkurt, sum honum hoyrdi til. Endin varð, at so bar á, at teir komu í hetta land, Heim, og teir tóku leiðina móti Mannasál. Teir vistu, at hesin staður var eitt av høvuðsverkum Alvalda, eitt tað, sum hann hevði mesta gleði av. Eftir at hava lagt upp ráð gjørdu teir tí álop á hann. Sum eg segði, teir vistu, at Mannasál var ogn Alvalda; tí teir vóru har, táið hann bygdi staðin og prýddi hann, sær sjálvum til gleði. Táið teir tí høvdu funnið staðin, vóru fagnaðarróp teirra ræðulig at hoyra; teir ýldu eins og ljónið, ið hevur funnið rán, og søgdu: ?Nú hava vit fingið býtið, og nú vita vit, hvussu vit skulu hevna okkum á Alvalda fyri tað, sum hann hevur gjørt okkum!? Teir settust nú niður og hildu herráð og tosaðu sínámillum um, á hvønn hátt teir best kundu fara at fyri at vinna sær henda navngitna stað, Mannasál. Hesi fýra uppskot vórðu tá sett fram til viðgerðar. Um tað var beint, at teir allir lótu mannasálingar síggja seg, nú teir høvdu hetta í huga. Um tað var beint at taka støðu móti Mannasál í hesum kloddutu biddaraspjørrum, teir nú gingu í. Um tað var beint at lata mannasálingar skilja ætlan teirra, og hví teir vóru komnir, ella teir heldur skuldu royna at vinna sigur á staðnum við følskum orðum og svikabrøgdum. Um ikki var beinast, at summir av teimum fingu boð um at skjóta ein ella fleiri hinar fremstu menninar í staðnum, táið teir sóu teir, og til bar at gera hetta; tí teir hildu, at ætlan teirra og tað, sum teir høvdu í huga, kundi tá liðiligari verða útint. Á fyrsta uppskot varð svarað nei. Tí teir hildu ikki vera beint, at teir allir lótu síggja seg framman fyri staðin. Tað kundi loypa ótta og ræðslu á fólkið har, sóu tey eina stóra mannfjøld koma; harafturímóti var ikki at vænta, at tey ræddust, um nakrir fáir komu. Og fyri at vinna, at fylgt varð eftir hesum ráðum, varð lagt aftrat, at varð ræðsla loypt á mannasálingar, so róp kom í har, ?tá er ógjørligt?, segði Gamli Ormur tí nú hevði hann orðið ?hjá okkum at taka staðin; tí eingin sleppur inn í hann, uttan mannasálingar samtykkja sjálvir. Latið tí nakrar fáar ella bert ein gera atsókn á Mannasál! Og eg haldi, at hesin eini skal vera eg.? Hetta samdust teir allir um. Síðani varð annað uppskot tikið til viðgerðar: Um tað var beint at taka støðu móti Mannasál í hesum kloddutu biddaraspjørrum, sum teir nú gingu í. Eisini á hetta varð svarað nei á ongan hátt. Tí hóast mannasálingar áður enn nú høvdu verðið lærdir at kenna tað, sum ósjónligt var, og havt við tað at gera, høvdu teir kortini aldri til henda dag sæð nakra samskepnu so syndarliga stadda og rekavættisliga, sum teir vóru. Hesi ráð legði hitt illmennið Hvíluleysi. Nú segði Oyðari: ?Hatta vóru sonn fyndarorð! Tí um so bert ein okkara letur teir síggja seg, sum vit nú eru, grettur ikki, at hetta fær teir at hugsa bæði eitt og annað, sum loypir teimum slíka ræðslu í sinnið, at teir varða seg. Og tá? segði hann ?verður, sum harri mín, Gamli Ormur, segði í áðni: Tá skulu vit ikki hugsa, at vit fáa tikið staðin.? Fluguharri, hin veldigi risi, segði tá: ?Hatta eru tryggjandi ráð, ið nú eru løgd! Tí hóast mannasálingar áður hava sæð slíkar skapningar, sum vit vóru einaferð, hava teir kortini til henda dag aldri sæð nakran skapning í tí líki, sum vit eru í nú. Tí haldi eg vera best at koma til teirra í slíkum hami, sum teir eru kunnigir við og vanir at síggja.? Táið teir nú vóru komnir ásamt um hetta, mátti harnæst verða hugsað um, í hvørjum líki, hvørji útsjónd og hvørjum búna beinast var hjá Gamla Ormi at vísa seg, nú hann skuldi fara at leggja Mannasál undir seg. Og nú søgdu summir so, og summir so. Endin varð, at Bjartleikin Falni legði uppí og segði, at hann helt vera best, at harri teirra læt seg í slíkan ham, at hann líktist onkrum skapningi, sum mannasálingar ráddu yvir; ?tí? segði hann ?ikki er tað bert tað, at við slíkar skapningar eru teir kunnigir, men við tað at teir eru teimum undirgivnir, fer aldri at koma teimum í hug, at hesir skapningar skulu fara at vilja fella staðin. Og fyri at blinda teir allar, eigur hann at umbroyta seg í eina veru, sum mannasálingar halda vera klókari enn allar aðrar? ( Mós. ). Allir tóku undir við honum í hesum, og avgjørt varð, at Gamli Ormur risi skuldi broyta seg um í ormalíki. Tí ormurin var tá á døgum mannasálingum so kunnigur, sum táið til dømis nú ein smádrongur spælir sær við ein fugl, og hjá honum var upprunaliga einki, sum fekk fólkið í staðnum at ræðast hann. Nú varð triðja uppskotið tikið til viðgerðar: Um tað var beint at lata mannasálingar skilja ætlan teirra, og hví Gamli Ormur kom, ella ikki. Svarað varð nei hesa ferð við, og tað av somu grundum, sum áður er nomið við, nevniliga at mannasálingar vóru máttmiklir ein sterk tjóð í einum sterkum staði, hvørs múrar og portur eingin var førur fyri at bróta seg ígjøgnum og enn minni stóð til at taka kastalið har. Staðurin kundi tí á ongan hátt verða tikin, uttan íbúgvarnir sjálvir samtyktu. ?Og umframt hetta,? segði Illi Hópur, sum nú legði uppí, ?senda teir boð eftir hjálp frá kongi sínum, um teir fáa snevilin av ætlan okkara, og gera teir tað, ivist eg ikki leingi um, hvussu vorðið verður hjá okkum. Vit eiga tí á allan hátt at látast at vera ærligir menn, nú vit skulu herja á teir, og dylja sonnu ørindi okkara við alskyns lygn og sleiskum og følskum orðum, penta saman slíkt, sum aldri verður, og lova teimum tað, ið teir aldri fáa. Soleiðis fer at bera til at taka Mannasál og fáa íbúgvarnar sjálvar at lata upp portrini fyri okkum, ja, at ynskja eftir, at vit skulu koma inn til teirra. Grundin fyri, at eg haldi, at hetta uppskot fer at føra á mál, er, at allir mannasálingar eru nú einfaldir og meinaleysir, ærligir og sannhjartaðir; teir vita einki um, hvat tað er at verða áherjaðir við falsi, sviki og lótum. Lygn og hyklaravarrar eru teimum fremmandar; tí kunnu teir ómøguliga kenna okkum, táið vit klæða okkum í henda búna. Lygnir okkara verða av teimum tiknar fyri sannleika, og fals okkara fyri sannhjartaða atferð. Teir fara at trúgva lyftum okkara, serliga um vit í lygnum og følsku talu okkara látast at hava miklan kærleika til teirra og hava vinning og heiður teirra í huga.? Móti hesum varð einki sagt. Orð Illa Hóps gingu í allar hinar, sum fossur rennur oman av høgum hamri. Teir tóku tí til viðgerðar fjórða uppskot: Um ikki var beinast, at summir av teimum fingu boð um at skjóta ein ella fleiri hinar fremstu menninar í staðnum um teir annars hildu, at hetta lætti um at útinna ætlan teirra. Á hetta varð svarað jú. Hesi ráð skuldu verða útint fyri at fella ein mætan hermann í Mannasál, Mótstøðumann nevndan. Stórmaður var hann í staðnum, hesin hermaður, og Gamli Ormur risi og óargaflokkur hansara ræddust hann meir enn allar aðrar í Mannasál tilsamans. Men hvør skuldi nú vera hann, ið útinti hetta manndráp? Tað var næsti spurningurin. Og Hevnimyrðmaður varð valdur til tað, ein villmaður úr sjálvari avgrundini. Táið teir nú vóru lidnir at halda herráð, fóru teir á føtur at útinna tað, sum teir høvdu sett sær fyri. Teir gingu móti Mannasál; men allir gjørdu teir seg ósjónligar uttan bert ein. Og hesin eini nærkaðist ikki staðnum í sínum egna líki, nei, hann umbroytti seg til orm og fór í ormaham. Teir komu tá hagar og tóku støðu framman fyri Oyrnaportur; tí har hoyrdist alt, sum uttan fyri staðin fór fram, eins og alt sást í Eygnaportri. Nakrar menn læt Gamli Ormur leggja seg bogaskotmál frá staðnum at lúra eftir Mótstøðumanni nú hann, sum eg segði, við fylgismonnum sínum var komin at portrinum. Táið hetta var gjørt, gekk risin sjálvur tætt at portrinum, kallaði á mannasálingar og bað um eina samrøðu. Ongan hevði hann við sær uttan ein, ið nevndur var Illibirtil, og sum hann vanliga hevði at tala fyri seg í torførum málum. Sum siður var tá í tíðini, blásti hann í horn sítt fyri at gera kunnigt, at hann vildi tala við menninar í staðnum, og nú komu nakrir hinir mætastu í Mannasál at múrinum at vita, hvør hann var, og hvat hann vildi. Millum aðrar komu hesir: Sakleysi, Vilji, Vitigi borgarstjóri, Samvitandi bókari og Mótstøðumaður. Vilji toygdi seg út um múrin, og táið hann sá mannin, ið fyri portrinum stóð, spurdi hann, hvør hann var, hví hann var komin, og hví hann órógvaði mannasálingar við hesum óvanliga ljóði. Gamli Ormur byrjaði nu røðu sína við lótum sum meinaleyst lamb og segði: ?Tit góðu menn í Mannasál, hinum heimsgitna staði! Eg eri, sum tit kunnu fáa greiði á, eingin útlendingur, men næsti granni tykkara, og kongur hevur álagt mær at vera tykkum undirbrotligur og veita tykkum alla tænastu, sum eg kann. Og við tað at eg vil vera bæði mær sjálvum og tykkum trúgvur, havi eg nakað at siga tykkum, sum er týdningarmikið. Loyvið mær tí at tala fyri oyrum tykkara, og lurtið eftir mær í tolni! Fyrst biði eg tykkum vera vísar í, at tað, sum eg geri, er tykkum og ikki mær sjálvum til frama tað er tykkum og ikki mær, eg vil tæna. Tað verður dyggiliga prógvað, táið eg fái borið tykkum fram tað, sum eg havi í huga. Tí, góðu menn, eg eri komin tað er ikki yvir at dylja at sýna tykkum, hvussu tit kunnu vinna mikið og varandi frælsi úr trældóminum, sum tit uttan at vita tað eru bundnir og trælkaðir í.? Hesi orð fingu mannasálingar at lurta við áhuga. ?Hvat er hetta?? ?Hvat man hatta kortini vera?? hugsaðu teir. Og Gamli Ormur helt áfram og segði: ?Eg havi nakað at siga tykkum um kong tykkara, um lógir hansara og eisini um tykkum sjálvar. Viðvíkjandi kongi tykkara, so veit eg, at hann er stórur og hevur mikið vald. Tó er ikki alt satt, ið hann hevur sagt tykkum, og heldur ikki tykkum til frama. Fyrst er tað nú tað, at hann talar ikki sannleika; tí tað, sum hann alt til henda dag hevur hótt tykkum við, fer ikki at henda, ei heldur ganga út, um tit so gera tað, sum hann hevur forboðið tykkum. Og var nú tíggjusinni nakar vandi á tann trældómur, altíð at liva í ótta fyri harðastu revsing, bert tí tit eta ein lítlan ávøkst av einum træi! Er tað nakað at tosa um! Harnæst havi eg tað at siga, at lógir hansara eru bæði skilaleysar, fløktar og ótolandi. Tær eru skilaleysar, sum eg sigi; tí revsingin er mangan harðari, enn brotið hevur uppiborið. Munur mátti verið, og hann stórur, á lívinum og einum epli! Og kortini noyðast tit at lata lív fyri so lítið eftir lóg Alvalda, kongs tykkara! ( Mós. ). Lóg hansara er eisini fløkt; tí fyrst sigur hann, at tit kunnu eta av øllum, og so setur hann tykkum forboð fyri at eta av hesum eina trænum. Og síðani tað er eftir at siga er hon ótolandi, við tað at ávøksturin, ið tit hava fingið forboð fyri at eta um nú nakað slíkt forboð er! hann er júst hin einasti, sum kann, táið tit eta av honum, veita tykkum hitt góða, ið tit annars ikki kenna. Hetta prógvar sjálvt navn træsins; tí tað eitur ?træið til kunnskap um gott og ilt?. Hava tit higar til dags átt tann kunnskap! Nei, nei! Og so leingi sum tit halda boð kongs tykkara, koma tit ikki at skilja, hvussu góður og lystiligur hesin ávøkstur er, og hvussu ein má ynskja sær hann at fáa vit av ( Mós. ). Hví skulu tit verða hildnir í fákunnu og blindleika! Hví skulu tit ikki vinna fram í kunnleika og skynsemi! Og nú á tit íbúgvar Mannasálar, hins víðagitna staðar! fyri at tala meiri persónliga við tykkum: Eru tit ikki frælsir menn! Tit verða undirokaðir og hildnir í trældómi, og tað við svárum hóttum, sum eingin grund er givin fyri uttan: ?So vil eg hava tað, og so skal vera!? Er tað ikki harmiligt at hugsa um, at júst hetta, sum tykkum er forboðið at gera, hevði, um tit gjørdu tað, veitt tykkum bæði vísdóm og heiður! Tí tá høvdu eygu tykkara verðið latin upp, og tit høvdu verið eins og gudar. Táið nú so er kundi nakar fúrsti hildið tykkum í verri trældómi og undirokað tykkum meir, enn gjørt verður við tykkum í dag! Tit eru gjørdir til minnimenn, forðaðir og innibyrgdir sum eg greitt havi víst á. Tí hvør trældómur kann vera verri enn at verða hildin í blindleika! Tað duga tit kortini at skilja, at betri er at hava eygu enn eingi at hava, og at betri er at vera frælsur enn at vera innistongdur í eini myrkari og stinkandi holu!? Júst sum Gamli Ormur helt hesa røðu fyri mannasálingum, skeyt Hevnimyrðmaður eftir Mótstøðumanni, har hann stóð uppi á portrinum. Hann fekk ólívssár í høvdið og fall steindeyður út um múrin. Hetta loypti ræðslu á menninar í staðnum og gav Gamla Ormi dirvi. Táið nú Mótstøðumaður var deyður einasti bardagamaður, í staðnum var mistu neyðar mannasálingar so heilt mótið og høvdu einki dirvi at gera mótstøðu. Og júst so vildi Gamli Ormur, at ganga skuldi. Nú steig Illibirtil fram hann hevði Gamli Ormur havt við sær at nýta sum røðara. Hann helt eina røðu fyri mannasálingum; innihaldið var hetta: ?Góðu menn! Tað visti væl við, at harri mín í dag hevur kvirrar áhoyrarar, sum eru til reiðar at taka við læru, og vit vóna at vinna tað av tykkum, at tit vraka ikki góð ráð. Harri mín hevur miklan kærleika til tykkara, og tóat hann sera væl veit, at vandi er fyri, at vreiði Alvalda kongs kemur yvir hann, fær hesin kærleiki hann at vága meir enn tað. Og ikki nýtist at siga eitt orð meir til at prógva, at tað, sum hann hevur sagt, er satt; hvørt eitt orð er jú í sær sjálvum greitt og skilligt. Sjálvt navn træsins ger enda á øllum stríði um henda spurning. Tí skal eg nú við loyvi harra míns? nú neig hann ógvuliga djúpt fyri Gamla Ormi ?bert leggja aftrat hesi góðu ráð til tykkara: Hugsið um orð hansara, hyggið at trænum og væna ávøksti tess! Minnist eisini, at enn vita tit so lítið, og at hetta er leiðin til meiri kunnleika! Sigrar ikki skynsemi tykkara, so tit taka við slíkum góðum ráðum, eru tit ikki teir menn, ið eg helt tykkum vera!? Táið nú íbúgvar staðarins sóu, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var eitt træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av, gjørdu teir, sum Illibirtil gamli mældi til: Teir hentaðu av tí og ótu. Men tað skuldi eg longu havt sagt tykkum, at júst tá, meðan Illibirtil helt røðu sína fyri mannasálingum, signaði Sakleysi niður, har hann stóð, og kundi ikki fáast aftur til lívs. Um hann fall fyri einum skoti úr tilhaldi risans, ella ein sjúka snøggliga kom á hann, veit eg ikki; helst haldi eg, at tað var stinkandi andi hins gamla svikara og skálks Illabirtils, ið drap hann. Soleiðis doyðu hesi bæði reystmenni. Eg kalli teir reystmenni; tí teir vóru prýði og dýrd Mannasálar, so leingi sum teir vóru har. Nú var ikki ein aðalborin maður eftir í Mannasál; teir fullu allir Gamla Ormi til fóta og góvu seg undir hann, vórðu trælir og undirmenn hansara, sum tit skulu hoyra. Táið nú hesir báðir vóru deyðir, hvat gjørdu tá mannasálingar? Jú, teir bóru seg at sum teir, ið hava funnið Paradís dárans: Eins og longu er sagt, góvu teir seg undir risan og prógvaðu á tann hátt orð hansara. Fyrst gjørdu teir, sum Illibirtil hevði lært teir: Hugdu at hinum forbodna ávøksti, ivaðust eina løtu, men lysturin fekk vald á teimum, og teir ótu av honum og vórðu í løtuni í ørviti av honum. Teir lótu upp portrini, bæði Oyrnaportur og Eygnaportur, og lótu Gamla Orm og alt harkalið hansara sleppa inn, gloymdu als hin góða Alvalda sín, lóg hansara og dómin, ið við henni fylgdi hinar hátíðarligu hóttur móti tí, sum breyt hana. Gamli Ormur, sum nú var sloppin inn um portur staðarins, helt fram mitt inn í hann fyri at tryggja sigur sín, so væl sum hann kundi. Hann sá, at kenslur fólksins vóru nú heitar fyri honum, og helt tí vera best at smíða, meðan jarnið var heitt. Hann helt tí enn eina lygirøðu fyri teimum og segði: ?Á neyðar Mannasál mín! Sanniliga havi eg gjørt tær eina tænastu fyri at leiða teg fram til heiður og fáa tær meiri frælsi; men tí verri, tí verri, neyðar Mannasál, tær tørvar nú ein verndara! Tí tú skalt ikki ivast um, at táið Alvaldi fær at frætta tað, sum hent hevur, kemur hann; tí hann fer at harmast um, at tú hevur brotið trældóm hansara og kastað ok hansara av tær! Hvat skalt tú gera tá? Ætlar tú at tola, at rættindini, ið tú hevur vunnið tær, verða áherjað og av tær tikin, ella hvussu ætlar tú at gera?? Tá svaraðu mannasálingar allir sum ein hesum tornarunni: ?Ver tú kongur okkara!? (Dóm. ). Hesum boði tók hann av og gjørdist kongur Mannasálar. Harnæst varð kastalið í staðnum givið upp til hansara, somuleiðis hvørt hervirki, ið har var. Hann fór nú inn í kastalið. Tað hevði Alvaldi bygt í Mannasál, sær sjálvum til gleði og tokka. Og nú var tað vorðið bøli og virki Gamla Orms risa. Táið honum soleiðis hevði ognast hesa prúðu høll og borg, gjørdi hann hana til høvuðstilhald sítt, víggirdi hana móti Alvalda kongi ella teimum, ið kundu royna at vinna honum hana aftur og leggja hana aftur undir lýdni fyri honum. Eisini læt hann bera inn hagar øll sløg av mati og øðrum neyðturviligum. Men hann helt seg kortini ikki sita nóg tryggan, tóat hetta var gjørt. Tí fór hann harnæst at hugsa um at byggja staðin um. Og tað gjørdi Hann; her bygdi hann upp, og har breyt hann niður, sum honum líkaði. Av somu grund setti hann av Vitiga borgarstjóra og Samvitanda bókara og tók frá teimum alt vald. Borgarstjórin var klókur maður, og hóast hann hevði verið sameindur við hinar menninar í staðnum um at geva risanum atgongd inn hagar, helt Gamli Ormur kortini ikki vera beint at lata hann verða sitandi í mæti og dýrd hansara við tað at hann var so grannsíggin. Hann setti hann tí í skuggan. Ikki bert tók hann frá honum embæti og vald, men hann reisti eitt høgt og sterkt torn tætt fyri vindeygunum á húsi borgarstjórans, beint upp í sólina. Á henda hátt gjørdist húsið og alt hansara allur bústaður hansara myrkt sum náttin sjálv. Táið Vitigi soleiðis var skildur frá ljósinum, varð hann líkur einum, ið føddur er blindur. Har sat hann nú innistongdur í húsi sínum eins og í fangahúsi; hann noyddist at lova á æru og trú ikki at fara út um húsdyr sínar. Um hann tí enn fegin vildi hjálpt Mannasál hvat var hann førur fyri at gera, og í hvørjum kundi hann gagna staðnum! So leingi sum Mannasál stóð undir valdi og ræði Gamla Orms, var tí borgarstjórin hesum navngitna staði heldur til bága enn til frama. Og staðurin stóð undir Gamla Ormi, so leingi sum hann var honum lýðin inntil hann við orrustu varð bjargaður úr hondum hansara. Samvitandi bókari var, áðrenn staðurin varð tikin, ein maður, sum var væl lærdur í lógum kongsins. Hann var eisini djarvur og trúfastur maður, sum altíð talaði sannleika. Tunga hansara var líka orðkring, sum høvd hansara var vitigt. Henda mann kundi Gamli Ormur ikki tola, tóat hann hevði samtykt í at lata staðin upp fyri honum. Men við øllum listum sínum, øllum freistingum, svikum og brøgdum sínum, kundi hann ikki, hvussu hann so royndi, gera hann heilt og fult til mann sín. Víst var hann fallin djúpt frá honum, ið áður hevði verið kongur hansara, og víst líkaði honum sera væl tænastu risans og mangar av lógum hansara; men alt hetta batti ikki, so leingi sum hann ikki var maður hansara innast av hjartabotninum. Av og á hugsaði hann um Alvalda, og ræðsla fyri lógum hansara fall á hann, og tá talaði hann móti Gamla Ormi við rødd, eins og táið ljónið ýlir. Ja, og stundum táið hann hevði hesi herðindini tí tit skulu vita, at hann hevði ræðulig herðindi við hvørt kundi hann fáa Mannasál, staðin, allan sum hann var, at nøtra fyri rødd síni. Tí var tað, hin nýggi kongur Mannasálar kundi ikki tola hann. Gamli Ormur ræddist tí meiri Samvitanda enn nakran annan, sum eftir var á lívi í Mannasál. Tí sum eg havi sagt orð hansara fingu allan staðin at skelva; tey vóru sum toran, táið hon gongur lík harðasta torusláttri. Við tað at risin nú ikki fekk gjørt hann til mann sín heilt og fult, ráðlegði hann við sær sjálvum, hvussu hann best kundi villleiða henda góða, gamla mann, blinda sinni hansara við at fáa hann út í ólevnað og herða hjarta hansara á fáfongdarleiðum. Og hetta, sum hann hevði ráðlagt, útinti hann við. Hann villleiddi mannin og dró hann so við og við út í synd og gudloysi, so at endin varð, at hann ikki bert var villleiddur og dálkaður, men nærum ongan samvitskuófrið hevði av syndini longur. Meiri fekk Gamli Ormur ikki gjørt. Hann upphugsaði tí onnur brøgd, og tað var at fáa mannasálingar at trúgva, at Samvitandi var óður og tí ikki eftirlurtandi. Fyri at fáa hetta í lag tosaði hann um herðindini, ið Samvitandi plagdi at fáa, og segði: ?Er hann við seg sjálvan, hví ger hann tá ikki so altíð! Men øll, sum óð eru, hava herðindi, og tá tosa tey ørvitistos, og so ger hesin vitleysi gamli maður við!? Á henda hátt fekk hann í lag við ymisku brøgdum sínum at mannasálingar løgdu einki í tað, sum Samvitandi segði, nei, vanvirdu hvørt orð og vendu deyvt oyra til. Tí umframt tað, sum tit longu hava hoyrt, fekk Gamli Ormur vent tí so, at hesin gamli maður, táið hann var í góðum lagi, tók aftur og avnoktaði tað, sum hann segði, táið herðindini komu á hann. Og, sum vituligt var, hetta var beinasta leiðin hjá honuni til at gera seg sjálvan til spott og volda, at eingin hevði virðing fyri honum. Hann talaði nú heldur aldri av fríum vilja fyri Alvalda kong longur, men bert táið hann við valdi varð noyddur til tað. Haraftrat kundi hann stundum tala øðisliga at slíkum, sum hann uppaftur stundum tagdi til; so ójavnur var hann nú í atferð síni. Við hvørt svav hann fast, ja, hann kundi vera sum deyður, líka táið allur staðurin við fullari ferð stevndi eftir fáfongd og dansaði eftir pípu Gamla Orms. Stundum, táið torurødd Samvitanda loypti ræðslu á mannasálingar, og hetta varð sagt Gamla Ormi, plagdi hann at svara, at tað, sum hesin gamli maður segði, var hvørki av kærleika til hansara ella av samkenslu við teir, men av býttisligum prátingarhugi. Á henda hátt fekk hann slættað av og stillað, so øll hildu seg kvirr aftur. Einki læt hann vera ósagt, sum kundi virka til at fáa mannasálingar at kenna seg tryggar; tí segði hann upp í saman: ?Á mannasálingar! Hugsið um, at hvussu so hasin gamli maður leikar í, og hvussu hart hann so rópar og tornar til Alvalda sjálvan hoyra tit so einki!? Men lygnari og svikari hansara! hvørja ferð Samvitandi gjørdi eitt róp móti synd mannasálinga, var tað rødd Alvalda, sum talaði í honum móti fólkinum. ?Men,? legði Gamli Ormur aftrat, ?tit síggja, at Alvaldi heldur einki breka, um mannasálingar eru falnir frá og hava gjørt uppreistur; hann ger sær jú ikki tann ómak at lata stað sín standa til svars fyri, at teir hava givið seg upp til mín! Hann veit, at tit, sum einaferð vóru hansara, eru nú við lógligum rætti mínir, og nú hevur hann vent okkum bakið og letur okkum semjast, sum best vit kunnu. Og haraftrat á mannasálingar! hugsið um, hvussu eg havi tænt tykkum, ja, alt tað, eg havi verið mentur, og við tí besta, eg átti ella kundi fáa ella keypa tykkum í øllum heiminum! Og so tori eg siga, at lógirnar og siðirnir, ið tit nú eru undir, og sum tit heiðra meg við, veita tykkum meiri ugga og gera tykkum meiri nøgdar enn Paradísið, ið tit áttu áður. Sum tit fullvæl vita, havi eg eisini veitt tykkum mangan meiri og størri frælsi, enn tit høvdu. Táið eg kom higar, vóru tit jú eitt trælkað fólk. Men eg havi ongan tvingsil lagt á tykkum; eingin lóg, regla ella dómur frá mær er til at ræða tykkum; eg kalli ongan tykkara til svars fyri, hvat hann ger, uttan hatta vitleysa tit vita, hvønn eg meini við! Eg havi givið tykkum loyvi at liva, hvønn mann sum høvdinga á óðali hansara, og tit standa ikki meiri mær til svars, enn eg tykkum!? Á henda hátt stillaði Gamli Ormur mannasálingar og fekk teir at halda seg kvirrar, táið Samvitandi av og á voldi teimum ófrið; ja, við slíkum bannsettum røðum sum hesi kundi hann fáa øði í øll í staðnum og gera tey so fúkandi ill inn á henda gamla mann. Stundum vildi hitt ringa pakkið í staðnum beint fram forkoma honum. Mangan havi eg sjálvur hoyrt, hvussu teir ynsktu hann túsund mílir burtur; teir vildu ikki vera saman við honum, ikki hoyra hann, ikki síggja hann. Men tað loypti ræðslu og ekka á teir, táið teimum kom í hug, hvussu hann áður plagdi at hótta og dómfella teir hann, sum nú var vilstur so langt av leið. Øll hesi ynski teirra vóru tó til einkis, tóat eg veit ikki, hvussu hann skuldi kunnað verðið verandi millum teirra, hevði ikki Alvaldi í mátti og vísdómi sínum varðveitt hann. Eisini vóru hús hansara so sterk sum ein skansi og stóðu tætt við eitt verndarvirki staðarins. Umframt hetta kundi hann, altíð táið pakkið og hin óndi hópurin royndi at taka hann av døgum, toga lúkurnar upp og lata inn slíka vatnsflóð, sum kundi fáa øll, ið rundan um hann vóru, at drukna. Eg skal nú ikki siga meir um Samvitanda bókara, men siga frá Vilja, sum var ein annar av stórmonnunum í Mannasál, hinum navngitna staði. Hesin sami Vilji var so háborin sum nakar í Mannasál og so stórur óðalsbóndi, at kanska eingin har átti so nógv sum hann. Og, minnist meg rætt, hevði hann nøkur serrættindi, sum eingin annar átti í hesum víðagitna staði. Umframt hetta var hann ógvuliga sterkur, viljafastur og djarvur maður, sum eingin var mentur at basa, táið væl lá fyri hjá honum. Hann helt hánt um at vera trælur í Mannasál, og tað komst av hugmóði á onkun hátt um tað nú var av ogn síni, av rættindum sínum, av styrki síni ella av onkrum øðrum, hann var stoltur, veit eg ikki. Tí fór hann í tænastu hjá Gamla Ormi fyri at fáa okkurt starv undir honum, slíkt, sum hann áður hevði havt suni høvdingi og ráðharri í Mannasál. Framavleypandi maður var hann, Vilji, og hann lá framvið. Og hann var eisini ein hin fyrsti, sum mældi til at lurta eftir Gamla Ormi, táið hann helt røðu sína fyri Oyrnaportri, og sum helt ráð hansara vera góð og verd at taka eftir. Hann hevði eisini atkvøtt fyri at lata upp portrini og loyva Gamla Ormi at koma inn í staðin. Gamli Ormur var tí góður við Vilja og hevði sett sær fyri at seta hann í høgan sess. Og við tað at hann sá, at hann var djarvur og sterkur maður, vildi hann fegin hava hann millum sínar egnu stórmenn til at virka fyri seg í teimum málum, sum mestan týdning høvdu. Hann sendi tí boð eftir honum og tosaði við hann um tað, sum hann í loyndum hugsaði um. Men har nýttist ikki mikil yvirtaling. Tí eins og Vilji av fyrstu tíð hevði verið til reiðar at loyva Gamla Ormi inn í staðin, var hann nú til reiðar at tæna honum har. Táið harðstjórin tí sá, at Vilji fegin vildi tæna honum at hugur hansara var vendur tann vegin gjørdi hann hann við tað sama til stjóra yvir kastalinum og yvirmann á múrinum og gav honum portur staðarins í varðveitslu. Ja, hann ásetti, at als einki skuldi verða gjørt í Mannasál, uttan Vilji varð eftirspurdur. Hann var tí nú hægsti maður í staðnum, næstur eftir Gamla Ormi sjálvum, og einki mátti verða gjørt í allari Mannasál, uttan hann vildi, og honum líkaði tað. Vilji hevði ein skrivara, sum æt Hugur. Hesin maður talaði á allan hátt eins og húsbóndi sín; teir høvdu somu áskoðan báðir, og atferð teirra breyt heldur ikki nógv av. Mannasálingar vóru tí nú bundnir undir tí, sum Vilji og Hugur lysti, og noyddust at útinna tað (Ef. ). Og tað gongur ikki frá mær, hvussu vitleysur hann var í atburði sínum, hesin Vilji, táið valdið var vorðið hansara. Fyri tað fyrsta avnoktaði hann beint fram, at hann skyldaði hinum fyrra kongi og trúfasta harra sínum nakra lýdni ella tænastu. Næsta var, at hann gjørdi høga harra sínum, Gamla Ormi, eið, at hann skuldi vera honum trúgvur. Og táið hann nú var innsettur í embæti og alitisstørv síni, og honum var tryggjað enn størri framgongd og serrættindi ja, tit høvdu ikki trúð tí, uttan tit sóu tað, hvussu út av øllum lagi hesin maður tíggjaði sær í Mannasál! Samvitanda bókara hataði hann nú so, at hann vildi dripið hann. Hann toldi hvørki at síggja hann ella hoyra orð av munni hansara; hann læt eyguni aftur, táið teir hittust, og stakk aftur í oyruni fyri ikki at hoyra málið í honum. Heldur ikki toldi hann, at eitt vet av lógum Alvalda skuldi vera nakrar staðir í Mannasál. Til dømis hevði Hugur, skrivari hansara, heima hjá sær nakrar gamlar, skræddar og slitnar avskriftir av lógum Alvalda; men táið Vilji fekk tær at síggja, kastaði hann tær aftur um bak. Men tær av hesum lógum, sum Samvitandi hevði heima í skrivstovu síni, teimum kundi Vilji ikki fáa hendur á, hvussu hann so royndi. Hann helt eisini og segði tað við at nógv ov mikið ljós slapp inn í hús Vitiga, gamla borgarstjórans; tað var ikki gott fyri Mannasál, segði hann. Ikki so mikið ljós sum av eini kertu toldi Vilji. Hitt sanna var, at honum líkaði einki uttan tað, sum Gamla Ormi, harra hansara, líkaði. Eingin var líki hansara í at rópa út á gøtum og strætum rós Gamla Orms, hvussu djørv náttúra hansara var, hvussu vís verk hansara vóru, og hvussu stór dýrd hansara var. Hann reikaði um allan staðin og prísaði í hvørjum horni navngitna harra sínum. Ja, hann gjørdi seg sjálvan lítilsverdan og gekk saman við ringastu vanlukkudýrum og rekavættum, bert hann kundi breiða út prís djarva høvdinga síns. Sum eg sigi, fann hann onkun, sum vildi taka lut við honum í hesum, gav hann seg í hóp við hann. Alt ónt gjørdi hann óbiðin og dreiv ilsku, uttan at nøkrum nýttist at geva honum boð um tað. Vilji hevði eisini undir sær ein umboðsmann, ið æt Hugsanarháttur, og sum var heilt grundarspiltur. Og hareftir var atburður hansara: Hann livdi á allan hátt eftir holdinum og varð tí róptur Illi Hugsanarháttur. Hann og ein, ið æt Holdslyst, dóttir Hugs, hildu saman í elskhugi og giftust javnlíkar hóska saman. Og tey áttu nógv børn, haldi eg, harímillum Óflongda, Fúlamunn og Tykthatara. Hesir tríggir vóru óflýggjakroppar. Eisini áttu tey tríggjar døtur, sum itu Sannleiksháð, Gudvanvirðing og Hevnd hon var yngst. Tær giftust allar har í staðnum og fingu hópin av børnum eitt óargasáð, ov mong til, at eg fái nevnt tey øll her, so ikki skal verða sagt meir um hetta. Táið nú risin soleiðis hevði sett seg fastan í Mannasál og hevði kúgað menn og sett menn høgt, eftir sum hann lysti, fór hann undir at leggja í oyði. Á torginum í Mannasál stóð ein mynd av Alvalda kongi, hinum signaða; somuleiðis vóru myndir av honum á kastalisportrunum. Hesar myndir vóru ristar inn í gull við slíkum listarhegni, at einki annað, sum tá var í heiminum, var honum so líkt. Illmennið beyð nú, at myndirnar skuldu verða oyddar, og hetta ónda verk útinti ein, ið æt Ósannsagdi. Og sum tit nú skulu hoyra Eins og Ósannsagdi eftir boði Gamla Orms hevði oytt mynd Alvalda, fekk hann nú boð frá honum, at hann í stað hennara skuldi seta ræðuligu og andstyggiligu mynd Gamla Orms alt fyri at vanvirða hin fyrra kongin og skemma stað hansara, Mannasál. Allar leivdir av lógum og boðum Alvalda, sum enn vóru at finna í Mannasál, tók Gamli Ormur eisini av alt, sum viðvíkti siðalæruni, og allar borgaraligar og natúrligar forskriftir. Og revsingarnar, ið áður vóru bundnar til hetta, royndi hann somuleiðis at gera til einkis. Skjótt at siga, hvørja leivd av góðum í Mannasál royndu hann og Vilji at forkoma. Tí ætlan teirra var at gera mannasálingar til dýr og við hjálp Ósannsagda at reka teir út í ólevnað, líkar svínum. Táið hann hevði oytt allar lógir og góðar siðir, ið hann kundi, gjørdi hann hetta aftrat fyri at vinna á mál sítt, sum var at skilja Mannasál frá Alvalda, kongi staðarins: Hann beyð, at hansara egnu fáfongdu forskriftir, boð og lógir skuldu við kunngerðum verða lýstar í Mannasál, á øllum støðum har fólk var vant at koma saman. Hesar lógir og forskriftir góvu frælsi fyri lyst holdsins, lyst eygnanna og stoltleika lívsins tí, sum ikki er av Alvalda, men av heiminum ( Jóh. ). Gamli Ormur styðjaði og framdi alt siðloysi og gudloysi í staðnum og elvdi íbúgvunum til at dríva slíkt. Ja, og meir enn tað gjørdi hann fyri at fremja alt ilt í Mannasál. Hann lovaði teimum, ið gjørdu eftir boðum hansara, frið og frøi, mettu og sælu. Hann bað tey bert vera trygg; tey skuldu aldri verða drigin til svars fyri, at tey gjørdu so. Hetta kann vera teimum sum ein lítil smakkur, ið fegin vilja hoyra frásagt, hvat gjørt er, uttan at tey hava vitað tað, langt burtur í øðrum londum. Mannasál stóð nú á allan hátt undir Gamla Ormi og hevði lútað heilt fyri honum. Einki var tí at hoyra ella síggja í staðnum uttan tað, sum kundi gera hann stóran. Men nú hann hevði sett Vitiga borgarstjóra og Samvitanda bókara frá embætum teirra, bar hann ótta fyri, at íbúgvar Mannasálar, sum var elsti staður í heiminum, skuldu einaferð fara at brigsla honum, at hann hevði leitt teir í vanlukku, um hann helt ikki uppi dýrd og stórleika staðarins. Av hesi grund sum eg segði fyri at mannasálingar skuldu síggja, at hann ætlaði ikki at minka um heiður teirra ella taka frá teimum nøkur rættindi, valdi hann Mannasál nýggjan borgarstjóra og bókara, menn, sum vóru íbúgvunum eftir vild, og sum eisini honum sjálvum toknaðist ovurhonds væl. Borgarstjórin, ið Gamli Ormur setti, var Holdsfýsni. Hesin maður hevði hvørki eygu ella oyru. Alt, ið hann gjørdi, sum menniskja ella sum embætismaður, gjørdi hann eftir náttúruni, eins og kríatúr gera, og tað, sum gjørdi henda mann enn vanvirðisligari, var, at honum líkaði einki, sum gott var, men eina tað, sum ilt var. Tó hetta dugdu mannasálingar ikki at skilja; bert teir, sum sóu fall staðarins og syrgdu um tað, teir sóu tað. Bókarin var ein, ið æt Góðgloymari; hann var eitt syndarligt menniskja. Einki kundi hann minnast uttan tað, sum voldi mein; men at gera slíkt var honum fragd. Natúrliga lyndi hansara var at gera tað, sum ilt stóðst av ja, og eisini tað, sum var Mannasál og íbúgvunum har til skaða. Við valdi sínum, við gerðum og fyridømi sínum og við at geva tí, sum ilt var, viðhald, gjørdu hesir báðir miklan skaða og villleiddu almúguna inn á óndar vegir. Tí hvør dugir ikki at skilja, at táið teir, ið við valdinum sita, eru spiltir og illmenni, spilla teir av sær rundan um seg, ja, alt landið, sum teir búgva í! Men umframt teir setti Gamli Ormur nógvar aðrar umboðsmenn og ráðharrar í Mannasál. Og táið embætismenn, yvirmenn og stjórnarmenn vórðu valdir í staðnum, skuldu teir verða valdir millum hesar. Nøvn hinna hægstu teirra vóru: Vantrúni, Hástóri, Bannari, Horkallur, Harðhjartaði, Miskunnarleysi, Vitleysi, Ósannsagdi, Lygigóði, Svikafriður, Drykkjumaður, Svíkjari og Gudnoktari. Hesir trettan vóru, sum sagt, fremstir. Vantrúni var elstur av teimum, og Gudnoktari yngstur. Eisini vórðu valdir vanligir ráðgevarar og aðrir, til dømis fútar, undirdómarar, løgreglutænarar og tílíkir. Teir vóru allir nærskyldir við hesar, ið frammanundan eru nevndir fedrar, brøður, systkinabørn, bróðursynir teirra o.s.fr., og tí lati eg nøvn teirra vera ósøgd, fyri at gera stutt av. Táið nú risin hevði fingið verk sítt so mikið á gongd, fór hann harnæst undir at byggja verndarvirki í staðnum. Trý slík bygdi hann, sum tyktust ikki at kunna verða tikin. Hitt fyrsta virkið nevndi hann Avbjóðing, við tað at tað var so gjørt, at tað kundi verja allan staðin og forða fyri, at hann hevði nakað at gera við gamla kong sín. Hitt annað nevndi hann Midnátt; tí tað var bygt við tí endamáli at forða fyri, at mannasálingar komu at kenna seg sjálvar rætt. Hitt triðja varð nevnt Søtasynd, av tí at hann við tí víggirdi Mannasál móti hvørjum ynski eftir góðum. Hitt fyrsta av hesum virkjum stóð tætt við Eygnaportur til at byrgja fyri ljósinum har, so mikið sum gjørligt var. Hitt annað varð reist tætt við hitt gamla kastalið, fyri at tey, sum har vóru, kundu verða blindað enn meir, um gjørligt var. Hitt triðja stóð á torginum. Til høvdinga á hinum fyrsta virkinum setti Gamli Ormur ein, ið æt Gudavbjóðari, eitt gudsspottandi illmenni. Hann var komin saman við øllum óargaflokkinum, ið av fyrstu tíð kom ímóti Mannasál, ja, hann var sjálvur ein floksmaðurin. Hann, ið settur varð høvdingi á virkinum Midnátt, var ein, sum æt Ljóshatari. Eisini hann var ein av teimum, sum fyrstir herjaðu á staðin. Og tann, ið varð settur til høvdinga á virkinum, sum æt Søtasynd, var ein, ið nevndur var Holdsvinur. Hann var ein ógvuliga siðleysur kroppur, men var ikki ættaður úr sama landi sum hinir. Hetta illmennið helt vera meiri søtleika í at standa og súgva av holdsgirndunum enn í øllum Paradísi Guds. Og nú helt Gamli Ormur seg sita tryggan. Hann hevði tikið Mannasál; hann hevði sett seg fastan har; hann hevði sett av hinar gomlu stjórnarmenninar og sett aðrar í stað teirra; hann hevði oytt mynd Alvalda og sett sína egnu upp í staðin fyri; hann hevði forkomið hinum gomlu lógbókunum og í stað teirra sett sínar egnu tómu lygnir; hann hevði fingið sær nýggja yvirvøld har og nýggjar ráðharrar; hann hevði bygt sær nýggj verndarvirki og mannað tey við sínum egna fólki. Alt hetta hevði hann gjørt fyri at tryggja seg sjálvan, um nú hin góði Alvaldi ella sonur Hansara skuldi komið og gjørt álop á hann. partur Ivaleyst duga tit at hugsa tykkum, at ikki kundi annað vera, enn at longu langt síðani hevði onkur borið hinum góða Alvalda kongi boð um, hvussu staður hansara Mannasál í landinum Heimi var mistur, og at hin fráfalni risin Gamli Ormur, sum einaferð hevði verið tænari kongsins, í uppreistri móti honum hevði lagt henda stað undir seg. Jú, tíðindi um hetta vóru borin konginum, og hvussu til hevði borist á allan hátt frá fyrstum av: Hvussu Gamli Ormur legði á Mannasál har íbúgvarnir tá vóru einfaldir og sannhjartaðir við listum, sviki, lygnum og skálkabrøgdum. Harnæst, at hann hevði við svikum dripið hin aðalborna og djarva høvdinga teirra Mótstøðumann, meðan hann stóð yvir portrinum saman við hinum monnum staðarins. Enn meir, hvussu Sakleysi, reystmennið, fall deyður til jarðar annaðhvørt hann nú doyði av sorg so siga summir ella tað var stinkandi eiturandi Illabirtils, ið drap hann tað halda summir táið hann hoyrdi, hvussu hesin skitni púki, tað illmennið Illibirtil, stóð og við røðu síni spilti út rættvísa harra og rætta kong hansara, Alvalda. Framvegis vórðu tíðindi borin Alvalda, at táið hesin sami Illibirtil fyri Gamla Orm, harra sín, hevði hildið eina stutta røðu til fólkið í Mannasál, læt hetta einfalda fólk, sum trúði, at hann segði satt, eftir einmælda samtykt upp Oyrnaportur, høvuðsportur staðarins, og læt Gamla Orm við hópi hansara taka hin víðagitna stað Mannasál í ogn. Alvaldi frætti eisini, hvussu Gamli Ormur hevði borið seg at við Vitiga borgarstjóra og Samvitanda bókara, at hann hevði tikið frá teimum alt vald og hvørt álitisstarv. Somuleiðis, at Vilji var vorðin uppreistrarmaður og fráfallin, bæði hann og Hugur, skrivari hansara, og at teir rókust um allan staðin í ólevnaði og lærdu hinar íbúgvarnar óndu leiðir sínar. Hann fekk framvegis at vita, at hesin sami Vilji var settur í mikið vald, at Gamli Ormur fyrst og fremst hevði lagt øll verndarvirki Mannasálar undir hann, og at Hugsanarháttur var settur til umboðsmann hansara í hinum verstu uppreistrarfyritøkum hansara. ?Ja,? segði hann, ið bar Alvalda tíðindini, ?hetta ómenniskjað, Vilji, hevur opinlýst avnoktað kong sín, Alvalda, og á ein ræðuligan hátt lovað og bundið seg til at vera Gamla Ormi trúgvur! ?Og,? segði boðberin, ?umframt hetta hevur hesin nýggi kongur ella beinari, uppreistrarvaldsharri sum nú ræður yvir hinum einaferð so víðagitna, men nú fallkomna staði Mannasál, valt borgarstjóra og bókara av sínum egnu monnum. Til borgarstjóra hevur hann sett ein, sum eitur Holdsfýsni, og til bókara ein, ið eitur Góðgloymari; verri illmenni enn hesir báðir eru ikki í øllum staðnum, Mannasál.? Hesin trúgvi boðberi gavst ikki við hetta, men segði frá, av hvørjum slagi hinir nýggju umboðsmenninir vóru, sum Gamli Ormur hevði sett. Somuleiðis segði hann frá, at hann hevði reist fleiri sterk verndarvirki, torn og skansar í Mannasál. Og hann segði eisini frá mundi eg nærum gloymt hvussu Gamli Ormur hevði vápnað staðin, fyri at hann tess betur kundi vera førur at berjast fyri hann og gera mótstøðu móti Alvalda, kongi sínum, skuldi hann komið og viljað fingið hann aftur at lúta í lýdni sum áður. Tíðindamaðurin segði heldur ikki søgu sína í duld, men opinlýst við hirðina, meðan kongurin, sonur hansara, hinir høgu harrar, hinir mætu høvdingar og hinir aðalbornu vóru hjástaddir og hoyrdu. Men ein hevði verið ovfarin, hevði hann verið har og sæð og hoyrt ta kvøl, gremju og hjartasorg, ið fall á teir allar, táið teir fingu at hoyra alla søguna og hugsaðu um, at hin víðagitni staður Mannasál nú var tikin. Eina kongurin og sonur hansara høvdu sæð hetta langt frammanundan, ja, og teir høvdu eisini fullvæl lagt til rættis bjarging Mannasálar, tóat teir tosaðu ikki um tað við ein og hvønn. Men við tað at eisini teir vildu sýna samkenslu sína við Mannasál í vanlukkuni, grótu teir um, at staðurin var mistur, og tað meir enn nakar annar. Kongurin segði beint fram, at tað voldi honum hjartasorg ( Mós. ), og tit kunnu vera vís í, at sonur hansara syrgdi ikki minni um tað. Soleiðis góvu teir øllum, ið rundan um teir vóru, prógv fyri, at teir elskaðu hin tiltikna stað Mannasál og høvdu samkenslu við hann. Nú, táið kongurin og sonur hansara vóru á loyningum í stovu síni, ráðløgdu teir aftur har tað, sum teir áður høvdu sett sær fyri: At eins og loyvt var, at Mannasál á tíð síni var mistur, líka víst skuldi staðurin verða vunnin aftur. Vunnin aftur, síggi eg og tað á slíkan hátt, at bæði kongurin og sonur hansara skuldu vinna sær ævigan heiður og æviga dýrd við tí. Eftir hesa ráðlegging lovaði tí hesin sonur Alvalda, ein mildur og dámligur maður, ið altíð hevði mikla samkenslu við tey, sum vóru neyðstødd, men sum í hjarta sínum hataði Gamla Orm líka til deyða tí hann var ætlaður til hetta, og tí Gamli Ormur lá eftir krúnu og hátign hansara hesin sonur Alvalda, sigi eg, lovaði við handtaki faðir sínum, at hann skuldi vera tænari hansara til at vinna Mannasál aftur. Og hann stóð við tað, sum hann hevði sett sær fyri, og iðraði seg ikki eftir tað. Tað, sum teir báðir gjørdu av sínámillum, var hetta: Sonur kongsins skuldi á ásettari tíð, sum hann og faðir hansara vóru komnir ásamt um gera eina ferð til Heim. Har skuldi hann í rætti og rættvísi við at gera bót fyri dárskap Mannasálar leggja grundvøll fyri fullkomnu endurloysing staðarins undan Gamla Ormi og harðræði hansara. Harumframt setti Immanuel, sonur kongsins, sær fyri, at hann á lagaligari tíð skuldi byrja orrustu við Gamla Orm, júst meðan hesin risi hevði Mannasál í valdi sínum, og at hann beint fram við sterku hond síni skuldi reka hann út, haðani sum hann hevði sett seg fastan út úr reiðri hansara og taka sær sjálvum tað til bústað. Táið nú hetta var avgjørt, fekk Talsmaður (Jóh. ) boð um at skriva upp eina hóskandi frásøgn um tað, sum ætlanin var at gera, og lata hana verða kunngjørda um alt kongaríkið Heim. Um tykkum so líkar, skal her verða givið eitt stutt úrdrag av innihaldinum: ?Øllum, sum hetta kemur við, verður her gjørt kunnigt, at sonur Alvalda, hins stóra kongs, hevur við sáttmála við faðir sín bundið seg at vinna honum Mannasál aftur, ja, og haraftrat við mátti endaleysa kærleika síns at gera staðin mangan betri og lukkuligari, enn hann var, áðrenn Gamli Ormur tók hann.? Henda kunngerð varð tí nú sett upp víða hvar. Harðstjórin, Gamli Ormur, varð ógvuliga illa við av hesum; ?tí,? hugsaði hann, ?hetta verður mær at meini, bústaður mín verður frá mær tikin!? Men hvør fær sagt frá teirri gleði, ið var millum hinar høgu harrar, hinar mætu høvdingar og hinar aðalbornu fúrstar við hirðina, við tað sama sum hetta mál eg meini við, henda ætlan og fyritøka kongsins og sonar hansara kom út har! Í byrjan teskaðu menn tað sínámillum; men seinni varð tað umtalað opinlýst um alla høll kongsins, og allir undraðust á hesa heiðurverdu ætlan, ið kongurin og sonur hansara høvdu í umbúna, hinum neyðstadda staði, Mannasál, til bjargingar. Ja, nærum altíð, táið hirðmenninir gjørdu okkurt fyri kongin og ríkið, tosaðu teir sínámillum, meðan teir arbeiddu, um kærleika kongsins og sonar hansara til Mannasál. Hesir mætu harrar, høvdingar og fúrstar vóru heldur ikki nøgdir við at siga frá hesum tíðindum har við hirðina; nei, áðrenn frásøgnin um tað var liðug, komu teir sjálvir oman og søgdu frá tí í Heimi. partur Og sum eg havi sagt endin varð, at Gamli Ormur frætti tað, og tað voldi honum ikki smávegis stúrsil. Tí tit kunnu ætla, at tað var honum ikki stuttligt at hoyra, at slík ætlan var í umbúna móti honum. Men táið hann hevði hugsað eitt sindur um tað, setti hann sær fyri at útinna hesar fýra lutir: At hesi tíðindi, hesi gleðiboð, skuldu um gjørligt verða tagd burtur, so mannasálingar fingu tey ikki at frætta. ?Tí,? segði hann, ?skuldu íbúgvarnir fingið at vitað, at Alvaldi, gamli kongur teirra, og Immanuel, sonur hansara, upphugsa tað, sum er Mannasál til hjálpar, hvat havi eg tá annað at vænta mær, enn at mannasálingar gera uppreistur, skræða seg leysar undan hond og stjórn míni og fara aftur til hansara!? Fyri nú at utinna hesa ætlan byrjaði hann av nýggjum at sleiska fyri Vilja, men álegði honum samstundis við strongum boði at halda vakt nátt og dag við øll portur staðarins, serliga við Oyrnaportur og Eygnaportur. ?Tí eg hoyri um eina ætlan,? segði hann, ?eina ætlan, ið skal fáa okkum allar at standa sum svíkjarar og leggja Mannasál aftur undir hitt gamla okið, ið staðurin var undir áður. Eg vóni, at hesi tíðindi eru ikki álítandi; men lat, ið hvussu er, ikki slík tíðindi frættast í Mannasál! Tí fólkið kann gerast mótfallið av teimum. ?Eg giti? segði hann framvegis við Vilja ?at hetta kunnu ikki vera tær góð tíðindi; mær eru tey alt annað, tað veit eg. Og eg hugsi, at hitt klókasta, vit kunnu gera nú, er at royna at køva øll slík tíðindi, sum kunnu loypa ófrið á fólk okkara. Tí vil eg, góði maður, at tú í hesum máli skalt gera, sum eg áleggi tær: Lat hvønn dag verða hildna sterka vakt við øll portur staðarins! Lat eisini hvønn mann verða tiknan og rannsakaðan, sum kemur langvegis higar í handilsørindum! Fá at vita, hvaðani teir eru, og lat teir endiliga ikki sleppa inn í Mannasál, uttan tú ert heilt vísur í, at teir eru hini frálíku stjórn okkara friðarliga sintir!? ?Framvegis áleggi eg tær? segði Gamli Ormur ?at lata njósnarar støðugt ganga um allan staðin, menn, sum skulu hava vald at kúga og oyða ein og hvønn, sum teir raka við hevur ilt í kvittanum móti okkum, ella sum gongur og roksar um tað, ið Alvaldi og Immanuel ætla at gera!? Alt hetta, sum hann gav boð um, varð eisini gjørt. Vilji aktaði harra og meistara sín og gjørdi av góðum huga eftir boðunum, hann hevði fingið. Hann gjørdi sær allan ómak, ið hann kundi, at steðga øllum, sum ætlaðu sær at fara úr Mannasál, og hann forðaði einum og hvørjum at sleppa inn í staðin, sum ætlaði at bera mannasálingum hini góðu tíðindi. Táið hetta var gjørt, setti Gamli Ormur harnæst saman og álegði íbúgvum Mannasálar uppaftur ein eið og ein ræðuligan sáttmála fyri at tryggja sær staðin so væl, sum gjørligt var Teir máttu aldri sigast undan honum ella stjórn hansara, ei heldur svíkja hann ella royna at broyta lógir hansara. Nei, teir skuldu ásanna, at hann var rætti kongur teirra, viðkennast hann, styðja hann og vera nøgdir við at standa undir honum. Teir skuldu gera mótstøðu móti einum og hvørjum, sum tá ella á komandi døgum ætlaði at ognast Mannasál, hvørja lóg og hvønn rætt hesin so segðist at hava aftan fyri seg í kravi sínum. Gamli Ormur tyktist halda, at Alvaldi var ikki mentur at loysa teir frá hesum sáttmála við deyðan og hesi seming við deyðaríkið (Es. ). Og mannasálingar, hetta dárafólk, hildu einki bila og ivaðust ikki at ganga undir henda øgiliga eið; nei, hann tyktist teimum ikki at hava meir at týða enn ein smásild í gákinum á einum hvali teir svølgdu hann ótugdan. Tað var aldri so frægt, at teir kendu ótta um tað; nei, heldur reypaðu og breggjaðu teir av, hvussu djarvir teir vóru í trúskapi sínum móti harðstjóranum kongi sínum, sum teir søgdu hann vera. Teir svóru uppá, at teir vóru eingir vingliskøltar, sum ætlaðu at venda gamla harra sínum bakið og geva seg undir ein nýggjan. Á henda hátt bant Gamli Ormur neyðar mannasálingar fastar. Øvund heldur seg aldri vera nóg sterka. Tí tók Gamli Ormur harnæst til hetta bragdið: Hann ætlaði um gjørligt at fáa mannasálingar spiltar enn meir. Tí fekk hann ein, ið æt Dálkaði, at seta saman eitt andstyggiligt, skitið, siðleyst beistaskrift, sum varð sett upp yvir borgarportrunum. Í hesum skrifti gav hann øllum røttu og trúgvu sonum sínum í Mannasál óskert loyvi at dríva alla ta óreinsku, sum holdsgirndir teirra lysti; eingin mátti forða, aftra ella hava tamarhald á teimum, so satt sum hann vildi ikki draga vreiði høvdinga teirra, Gamla Orms, oman yvir seg. Hetta gjørdi hann av tvinnanda grundum: Fyrst, fyri at mannasálingar skuldu vikna meir og meir og tess minni vera mentir um frætt skuldi verðið, at endurloysing var teimum ætlað at trúgva, vóna ella samtykkja í sannleikanum um hana. Tí menniskjaligt skynsemi sigur: ?Tess størri syndari, tess minni grund fyri at vóna á náði!? Hin onnur grundin var, at kanska Immanuel, sonur Alvalda, kongs teirra, táið hann sá hinar ræðuligu og vanheilagu gerðir, í Mannasál vórðu drivnar, fór at iðra seg eftir, at hann hevði gjørt sáttmála um endurloysing íbúgvanna, og sláa av at fullføra henda sáttmála. Tí Gamli Ormur visti, at Alvaldi var heilagur, og at sonur hansara, Immanuel, var heilagur; ja, tað visti hann av vanlukkuligum royndum; tí sjálvur var hann fyri órættvísi og synd sína kastaður oman úr hinum hægstu støðum. Hvat var tí natúrligari, enn at hann hugsaði, at so fór at gangast mannasálingum við fyri synd teirra! Men av ótta fyri, at líka henda vón skuldi bresta, upphugsaði hann eini ráðini enn: Hann royndi at fylla hvørt hjarta í Mannasál við teirri hugsan, at Alvaldi vápnaði eitt herlið fyri at koma og kollvelta og á grund oyða staðin. Hetta gjørdi hann fyri at vera hin fyrri um nú nøkur tíðindi skuldu komið teimum fyri oyru um endurloysing. ?Tí,? hugsaði hann, ?fái eg fyrst hetta tos at ganga, so køvir tað øll tíðindi, sum eftirsíðani kunnu koma. Tí hvat annað fara mannasálingar at siga, táið teir hoyra, at teir skulu verða endurloystir, enn at hitt sanna er, at Alvaldi kemur at oyða teir!? Hann stevndi tí øllum monnum staðarins saman á torginum, og har helt hann við svikafullum orðum hesa røðu fyri teimum: ?Góðu menn og hjartansvinir mínir! Sum tit vita, eru tit allir, íbúgvar hins navngitna staðar Mannasálar, tegnar mínir. Tit vita, hvussu atferð mín hevur verið millum tykkara, frá fyrsta degi eg kom til tykkara og líka til í dag, og tit kenna tað frælsi og tey stóru serrættindi, tit hava notið undir stjórn míni bæði tykkum og mær til heiður, vóni eg, og tykkum eisini til nøgd og gleði. Nú, mannasálingar, íbúgvar víðagitna staðar míns! Eini tíðindi eru farin at ganga, at vanlukka hóttir tykkum, og tað voldir mær sorg fyri tykkara skuld. Eg havi júst nú við postinum fingið boð frá Bjartleikanum Falna og hann plagar at vera tíðindavísur at Alvaldi, gamli kongur tykkara, savnar eitt herlið og ætlar at herja á tykkum og oyða tykkum með alla. Hetta, mannasálingar, er grundin fyri, at eg nú havi stevnt tykkum saman. Eg vil, at vit skulu ráðleggja, hvat best man vera at gera hesa hættisligu løtu. Mær viðvíkjandi, so eri eg bert ein og kundi lættliga bjargað mær, um eg vildi hugsað bert um meg sjálvan og latið staðin her einsamallan í vandanum. Men hjarta mítt er so fast bundið at tykkum, og tað er mær so hart ímóti at venda tykkum bakið, at eg eri til reiðar at standa og falla við tykkum, enntá um alrastørsti vandi hóttir meg. Hvat siga tit, mannasálingar? Fara tit at svíkja gamla vin tykkara, ella ætla tit at styðja meg?? Tá róptu teir allir sum ein eins og úr sama munni ?Doyggja skal tann, ið svíkur teg!? Nú tók Gamli Ormur aftur orðið: ?Fáfongt er hjá tykkum at vóna eirindi; tí hasin kongur veit einki um at eira nøkrum! Víst kann tað vera, at hann, táið hann hevur kringsett okkum, fer at tosa um náði og letst at ætla at miskunna fyri tess liðiligari og við tess minni ómaki at leggja Mannasál undir seg aftur. Hvat so hann tí sigur, trúgvið ikki vetinum av tí! Tí hann talar so bert fyri at vinna sigur á okkum, og so skulu vit, meðan vit svimja í blóði okkara, vera herfongur náðiloysi hansara! Eg haldi tí, at vit eiga at seta okkum fyri at gera honum mótstøðu líka til síðsta mann og á ongum korum trúgva honum tí tað eru dyrnar, ið vandin hóttir okkum um! Skulu sleisk orð verða okkum at bana! Eg vóni, tit vita so frægt um grundarlagið undir politikki, at tit lata tykkum ikki so grøtiliga narra! Og um nú so var, at hann, táið hann hevði tikið staðin, læt summar av okkum tiggja lív summar av almúguni í Mannasál hvat hjálpti tað tykkum, ið eru høvuðsmenn staðarins, serliga tykkum, sum eg havi gjørt til stórmenn, og sum hava vunnið tykkum mikið mæti við trúliga at halda fast við meg! Men um hann so tíggjusinni eirdi tykkum øllum, kunnu tit vera vísir í, at hann leggur tykkum undir sama trælaok, sum tit vóru trælkaðir undir áður ella eitt verri og hvat virði hevur lív tykkara tá! Man lívið fara at vera tykkum ein lystur undir honum, eins og tað er nú? Nei, nei! Tit verða bundnir undir nívandi lógum og verða noyddir at gera slíkt, sum tykkum nú býður ímóti! Eg eri við tykkum, um tit eru við mær, og betri er at falla sum bardagamaður enn at liva í eymkanarsomum trældómi. Men eg sigi: At liva sum trælur verður hildið ov gott til Mannasál nú! Nei, blóð, blóð, einki uttan blóð merkir tað, hvørja ferð Alvaldi nú letur blása í hornið móti Mannasál! Varðið tykkum endiliga eg havi frætt, at hann kemur! Á føtur, og vápnið tykkum nú, meðan enn ber tykkum til at gera tað! Eg dugi at læra tykkum ymisk bardagabrøgd. Vápn eigi eg til tykkara; eg havi tey hjá mær, ja, og herklæði til hvønn mannasáling frá hjálmi til skógvar. Og einki skal alt hervald hansara kunna saka tykkum, um tit klæða tykkum í tey og gyrða tykkum væl við teimum. Komið tí niðan í kastali mítt vælkomnir skulu tit vera! og vápnið tykkum til bardagan! Har er hjálmur, brynja, svørð, skjøldur og alt annað, sum tykkum tørvar, fyri at tit kunnu berjast sum menn. Hjálmur mín, ið eisini verður róptur høvuðverja, er vónin um, at alt verður gott í endanum, ið hvussu tit so liva lív tykkara. Hann var tað, teir settu á seg, sum søgdu, at teir skuldu hava frið, tóat teir livdu í innbilningi hjarta síns, til at leggja fyllskap aftrat tosta ( Mós. ensk ums.). Roynd verja er hesin hjálmur, og so leingi sum ein missir ikki hann, kann hvørki ørvur, skotspjót, svørð ella skjøldur gera honum mein. Havið tí henda hjálm á høvdinum, og tit skulu verja tykkum móti mongum høggi, mannasálingar, íbúgvar staðar míns! Brynja mín er av jarni (Op. ). Eg læt hana smíða í mínum egna landi, og allir hermenn mínir eru í slíkum brynjum. Beint fram at siga, hon er hitt harða hjarta hjartað, ið er hart sum jarn og kensluleyst sum grót (Job ). Fáa tit hesa brynju og eru í henni, kann hvørki náði vinna tykkum, ella dómur ræða tykkum. Henda part av herklæðunum varir tí alramest um hjá teimum at lata seg í, sum hata Alvalda og vilja berjast við hann undir hermerki mínum. Svørð mítt er tungan, ið Helviti hevur sett eld á (Sálm. Ják. ), og sum dugir at spenna seg til at tala ilt um Alvalda og son hansara, um leiðir og fólk hansara. Nýtið tað! Tað hevur verðið roynt túsund og aftur túsund ferðir. Tann, ið hevur hetta svørð, varðveitir tað og nýtir tað eftir vilja mínum, honum kann aldri nakar fíggindi vinna sigur á. Skjøldur mín er vantrúgv ella ivi um sannleika orðsins ivi um øll orðini, ið tala um dómin, sum Alvaldi fer at lata koma yvir hini óndu. Nýtið henda skjøld! Mongum høggi hevur hann verið fyri, og satt er tað, at stundum hevur hann verðið brotin. Men teir, ið skrivað hava um bardagar Immanuels við tænarar mínar, hava vitnað, at hann fekk einki stórverk útint har fyri vantrúgv teirra (Matt. ). Fyri nú at kunna nýta hetta vápn mítt á rættan hátt má ein ongum trúgva, sum satt er, hvat tað so er, og hvør ið so sigur tað. Verður talað um dóm lurtið ikki eftir! Verður talað um náði lurtið ikki eftir! Lovar Alvaldi ja, svør hann at um Mannasál vendir við, skal hann einki ilt gera staðnum, men eina gott lurtið ikki eftir tí, sum hann sigur, men ivist um tað alt samalt! Hetta er rætti hátturin at nýta skjøld vantrúarinnar; soleiðis eiga tænarar mínir at nýta tað. Tann, ið ger øðrvísi, elskar ikki meg, og eg rokni hann ikki fyri annað enn fígginda mín. Ein annar lutur, sum hoyrir til frálíku herklæði míni, er ein málleysur og bønarleysur andi, ein andi, sum vanvirðir at biðja um náði. Hetta mugu tit tí endiliga ikki gloyma at nýta, mannasálingar mínir! Hvat! Biðja um eirindi! Gerið aldri tað, vilja tit vera mínir! Eg veit, at tit eru óræddir menn, og eg eri vísur í, at tit hava latið tykkum í tey herklæði, sum ikki svíkja. Latið tí vera minni enn so, at tit biðja Alvalda um náði! Umframt alt hetta havi eg ein gassa, eg havi brandar og ørvar, eg havi deyðan hesir eru allir góð handvápn, sum nógv kann verða avrikað við.? Táið hann á henda hátt hevði útgjørt menn sínar við herklæðum og vápnum, helt hann røðu fyri teimum. Orð hansara ljóðaðu nakað so: ?Minnist, at eg eri rætti kongur tykkara, og at tit hava svorið mær eið og gjørt sáttmála við meg, at tit skulu vera mær og máli mínum trúgvir! Minnist hetta, sigi eg, og prógvið, at tit, mannasálingar, eru óræddir menn og bardagamenn! Minnist eisini góðskuna, ið eg altíð havi sýnt tykkum, og at eg havi veitt tykkum mangar útvortis lutir, sum tit ikki hava biðið meg um! Tey serrættindi, tær gávur, tað frælsi, tann vinningur og tann heiður, ið eg havi veitt tykkum hetta bindur tí uppaftur tykkum til trúskap, ljónhjartaðu menn mínir í Mannasál! Og nær er so hóskandi tíð at sýna henda trúskap sum nú, ið ein annar ætlar at taka harradømi mítt yvir tykkum í hendur sínar! Eitt orð enn, so eri eg liðugur. Kunnu vit bert halda henda eina stoytin út verja okkum móti hesum eina álopi so ivist eg ikki um, at eftir stuttari tíð verður allur Heimur okkara; og táið tann dagur kemur, sannhjartaðu menn mínir, skal eg gera tykkum til kongar, fúrstar og høvdingar, og hvørjar óførar dagar skulu vit ikki hava tá!? Nú gamli Ormur soleiðis hevði frammanundan vápnað allar tænarar og undirmenn sínar í Mannasál móti góða og løgliga kongi teirra, Alvalda, setti hann harnæst við øll portur staðarins dupult so sterka vakt sum áður og tók sjálvur støðu í kastalinum, sum var virki hansara. Eisini undirmenn hansara vandu seg dagliga í vápnanýtslu og lærdu hvør annan bardagabrøgd teir vildu vísa vilja sín og lótust vera reystmenni, tó skilliga sást, at teir vóru ikki aðalbornir menn. Teir buðu eisini fíggindum sínum av og kvóðu, valdsharra sínum til heiðurs, breggjaðu sær samstundis av, hvørjir kalar teir skuldu vera, um tað nakra tíð kom til tað, at orrusta varð millum Alvalda og kong teirra. partur Nú, alla hesa tíð gjørdi hin góði kongurin, Alvaldi kongur, fyrireikingar til at senda ein her at vinna Mannasál aftur undan harðræði Gamla Orms, sum nú segði seg vera kong har. Men honum tykti best, ikki alt fyri eitt at lata Immanuel, hetjuna, son sín, vera yvir herinum og stjórna honum, men heldur at lata nakrar av tænarum sínum føra herin fyri á henda hátt fyrst at kanna hug mannasálinga og vita, um til bar hjá hesum monnum at vinna staðin til lýdni fyri konginum. Yvir mans var hesin herur í tali; teir vóru allir trúgvir menn; tí teir komu úr kongsins egnu hirð og vóru valdir av honum sjálvum. Teir komu til Mannasálar undir fýra røskum hershøvdingum; hvør teirra hevði menn í herdeild síni. Her skal verða sagt frá nøvnum og hermerkjum teirra. Hin fyrsti æt Torusonur (Mark. ), hin annar Sannførari, hin triði Dómur og hin fjórði Revsari. Hesir vóru hershøvdingarnir, ið Alvaldi sendi at taka Mannasál aftur. Sum sagt er, kongurin helt vera best, fyrst at senda hesar fýra hershøvdingar til Mannasálar at gera eina roynd. Soleiðis gjørdi hann nú vanliga í øllum orrustum sínum; hann sendi hesar fýra við oddaflokkum; tí teir vóru harðir og ósnøggaðir menn, sum hóskaðu til at bróta ísin og gera sær veg við svørðinum. Og sum teir, so vóru menn teirra við. Hvørjum hesum hershøvdinga gav kongurin eitt hermerki, sum hann skuldi lata blaktra, bæði fyri at vísa, at hann bardist fyri eitt gott mál, og at hann hevði rætt til Mannasál. Torusonur var hin fyrsti; tí hann var hægstur av teimum; honum vórðu, sum eg segði, givnir menn. Maðurin, ið bar hermerki hansara, æt Torusláttur; hann bar hitt svarta flaggið, og skjaldarmerki hansara var trý skyggjandi snarljós. Hin annar hershøvdingin var Sannførari; eisini honum vórðu givnir menn. Maðurin, ið bar hermerki hansara, æt Sorgarbundni; hann bar hitt bleika flaggið, og skjaldarmerki hansara var hin vítt upplatna lógbókin, sum eldslogar geisaðu úr ( Mós. ). Hin triði var Dómur; honum vórðu givnir menn. Maðurin, ið bar hermerki hansara, æt Ræðandi; hann bar hitt reyða flaggið, og skjaldarmerki hansara var ein logandi eldsovnur (Matt. ). Hin fjórði var Revsari; honum vórðu givnir menn. Maðurin, ið bar hermerki hansara, æt Rættvísi; eisini hann bar reytt flagg, og skjaldarmerki hansara var eitt ávakstarleyst træ, sum ein øks lá við rótina á (Matt. ). Hvør av hesum fýra hershøvdingum hevði, sum eg havi sagt, menn undir sær, sum allir vóru konginum trúgvir og haraftrat harðir bardagamenn. Nú, hershøvdingarnir við liðum sínum, mannskapi og undirhøvuðsmonnum, vórðu ein dag av Alvalda leiddir út á markina og har kallaðir, hvør og ein við navni. Síðani varð hvør maður latin í slík herklæði, sum hóskaðu til stand hansara og tænastuna, ið hann nú skuldi út at gera fyri kong sín. Táið so kongurin hevði kannað herlið sítt tí tað var hann, ið kannaði herin til bardagan álegði hann øllum hershøvdingunum ymiskar skyldur og beyð teimum og bant teir til, meðan allir hermenninir vóru hjástaddir, at teir máttu akta eftir, trúliga og mansliga at útinna tær. Hesar skyldur vóru í høvuðsinnihaldinum hinar somu hjá øllum; tó var eitt sindur av muni, men lítið eftir navninum, eitinum, standinum og valdinum, ið hvør hershøvdingin hevði. Og latið meg her greiða frá høvuðsinnihaldinum í tí, sum teimum varð álagt: ?Boð frá Alvalda hinum stóra, kongi Mannasálar, til trúgva og aðalborna hershøvdinga hansara Toruson, sendan at berjast við mannasálingar. Tú, Torusonur, ein av djørvu og tornandi hershøvdingum mínum yvir tíggju túsund av røsku og trúføstu tænarum mínum! Far í navni mínum við hesum herliði tínum til hin neyðstadda stað Mannasál! Táið tú ert komin hagar, bjóða teimum tá fyrst frið og álegg teimum at kasta av sær ok og harðræði hins ónda Gamla Orms og venda við aftur til mín, rætta fúrsta og harra teirra! Gev teimum eisini boð um at reinsa seg frá øllum, ið hansara er í Mannasál, og akta væl eftir, at tú fært fullgóð prógv fyri, at teir eru sannhjartaðir og lýdnir! Táið tú nú hevur givið teimum hetta boð og teir av sonnum eru tí lýdnir ger tær tá allan ómak, alt, ið tú ert mentur, fyri at seta eina manning av herfólki mínum í Mannasál, hin víðagitna stað! Men ongum hinum minsta íbúgva, sum rørist og andar har, mást tú gera nakað mein, so framt sum hann gevur seg undir meg, nei, far at við teir, eins og teir høvdu verið vinir og brøður tínir! Tí allar slíkar elski eg, og teir skulu vera mær kærir, og tú skalt siga teimum, at tann tíð kemur, táið eg komi til teirra og lati teir kenna, at eg eri miskunnsamur. Men um teir, tóat tú talar við teir, og teir síggja vald títt, kortini gera mótstøðu og ikki vilja lúta fyri tær, men bera seg at sum uppreistrarmenn, so gevi eg tær tað boð, at tú skalt nýta alla snild og kraft tína, alt vald og herlið títt, til at noyða teir at lúta fyri hond tíni. Farvæl!? Her síggja tit tá stutt samløguna av boðnum, teir fingu. Tí sum eg segði áður í høvuðsinnihaldinum vóru boðini, sum hesir fýra aðalbornu hershøvdingar fingu, líka. Táið nú hvør yvirmaðurin hevði av hond kongs síns fingið myndugleika sín, komu teir, dagin ið ásettur var, til staðið, har teir vóru stevndir saman, hvør í slíkum skreytbúna, sum sømdi embæti og standi hansara. Har helt Alvaldi uppaftur veitslu fyri teimum, og síðani hildu teir avstað við blaktrandi fløggum móti Mannasál, hinum navngitna staði. Torusonur var á odda við monnum sínum, Sannførari og Dómur førdu høvuðsherin, og aftastur gekk Revsari við liði sínum. Teir høvdu langan veg at ganga; tí Mannasál var langt frá hirð Alvalda. Teir ferðaðust um lond mangra tjóða, men voldu ongum mein, hvørki við gerðum ella orðum, signaðu heldur, allar staðir har teir komu. Kongurin galt eisini kostarhald fyri teir, allar staðir har teir ferðaðust. Táið teir nú høvdu gingið nógvar dagar, fingu teir til endans Mannasál í eygsjón. Og táið hershøvdingarnir sóu staðin, kundu teir eina løtu bert gráta um, hvussu illa honum visti við. Tí teir sóu við tað sama, hvussu hann hevði lútað fyri vilja Gamla Orms, fyri leiðum og brøgdum hansara. Nú fyri at gera stutt av hershøvdingarnir komu at staðnum, gingu niðan at Oyrnaportri og tóku støðu har; tí hetta var staðið, haðani teir kundu verða hoyrdir. Táið teir nú høvdu reist tjøld síni og víggirt seg, gjørdu teir seg lidnar at herja á. Mannasálingar kundu ikki annað enn koma út úr húsum sínum alt fyri eitt at skoða hetta kappaherlið, so væl vápnað, so frálíka væl hervant, við slíkum skyggjandi herklæðum og við blaktrandi fløggum. Men Gamli Ormur, snildi revur hansara, óttaðist fyri, at fólkið, táið tað sá hesa sjón og hoyrdi krav hershøvdinganna um við tað sama at lata upp portrini at teir skuldu fara at gera eftir hesum boðum. Hann skundaði sær tí, alt hann kundi, oman úr kastalinum, og savnaði teir saman inni í staðnum. Og táið hann hevði fingið teir hagar, helt hann hesa svikafullu lygirøðu fyri teimum: ?Góðu menn! Tóat tit eru trúgvu og dýru vinir mínir, noyðist eg kortini at hava eitt sindur at tykkum fyri hesa óvarnu gerð, ið tit gjørdu nú. Tit fara út at hyggja at hasum stóra og sterka heri, sum ikki fyrrenn í gjár tók støðu uttanfyri og longu hevur laðað skansar við tí endamáli at kringseta Mannasál, hin navngitna stað! Vita tit, hvørjir teir eru, hvaðani teir koma, og hvat teir hava í huga, táið teir taka støðu móti Mannasál? Hesir eru teir, sum eg langt síðani havi sagt tykkum frá, at teir fóru at koma og leggja henda stað í oyði, og sum eg havi vápnað tykkum móti og goldið bæði vápn og herklæði sjálvur, líka frá hjálmi til skógvar samstundis sum eg havi av øllum alvi roynt at geva tykkum treyst. Hví góvu tit tá ikki heldur fyrsta sum tit sóu teir boð um at glaða og gera róp um allan staðin, so vit allir kundu verða varir við vandan, búgva okkum til verju og vera til reiðar at gera harðastu mótstøðu! Tá høvdu tit víst tykkum sum menn, ið mær toknaðist! Men nú hava tit við atburði tykkara gjørt meg hálvavegna ræddan. Eg sigi, hálvavegna ræddan fyri, at táið teir og vit koma at skifta svørðshøgg, skal eg fáa at síggja, at dirvið svíkur hjá tykkum við tað sama. Hví havi eg boðið tykkum at halda vakt og at seta dupult so sterka manning við portrini sum áður! Hví havi eg gjørt mær ómak at fáa tykkum harðar sum jarn og hjarta tykkara eins og hin niðara kvarnarsteinin! (Job ). Halda tit, tað mundi vera, fyri at tit skuldu bera tykkum at sum kvinnur og fara út eins og ein flokkur av smábørnum at bína upp á deyðafíggindar tykkara! Skammist av tykkum! Fylkið tykkum til verju, latið bumbuna ljóða, savnist, sum hermenn eiga at gera, so fíggindar okkara kunnu sanna, at teir fáa at gera við raskar menn í Mannasál, áðrenn teir vinna sigur á hesum sameinda fólki! Eg skal nú ikki deila longur og ikki revsa tykkum meir; men tað áleggi eg tykkum, at tit lata meg ikki síggja slíkan atburð uppaftur! Ikki ein tykkara má eftir hetta so mikið sum seta høvd sítt upp um múrar staðarins uttan eftir boðum frá mær! Nú hava tit hoyrt meg; gerið, sum eg havi boðið, so fáa tit í lag, at eg kann búgva tryggur hjá tykkum og varðveita bæði meg sjálvan og tykkum í trygd og í heiður við! Farvæl!? Henda røða virkaði eina merkiliga broyting við íbúgvum Mannasálar. Teir vórðu eins og menn, ið vitleys ræðsla hevur fingið vald á. Teir runnu aftur og fram eftir gøtum staðarins og róptu: ?Hjálp, hjálp! Menninir, ið endavenda øllum heiminum, eru komnir higar við!? (Áp. ). Eftir hetta fekst ikki ein teirra at vera stillur; teir hildu á at rópa eins og menn, ið hava mist vitið: ?Teir, sum fara at taka friðin frá okkum og oyða fólk okkara, eru komnir!? Hetta var Gamla Ormi eftir vild. ?Á!? segði hann við sær sjálvum; ?hetta líkar mær væl! Nú gekk, sum eg vildi! Nú vísa tit, at tit eru kongi tykkara lýdnir!? segði hann við mannasálingar. ?Haldið við á henda hátt, og taki teir so staðin, um teir kunnu!? partur Nú, áðrenn herur kongsins hevði staðið tríggjar dagar uttan fyri Mannasál, beyð Torusonur hornblásara sínum at fara at Oyrnaportri og har í navni hins stóra Alvalda at stevna íbúgvunum saman at hoyra boðskapin, sum hann í navni harra síns hevði fingið boð um at bera teimum. Hornblásarin, sum æt Kalslýdni, fór, eins og honum var boðið, at Oyrnaportri, og har blásti hann horn sítt fyri at fáa fólkið at hoyra. Men eingin sást, sum svaraði ella legði í tað; tí so hevði Gamli Ormur boðið. Hann fór tí aftur til hershøvdinga sín og segði honum, hvat hann hevði gjørt, og hvussu gingist hevði. Hetta voldi hershøvdinganum sorg; men hann bað hornblásaran fara til tjald hansara. Eina ferð enn sendi Torusonur hornblásara sín til Oyrnaportur at vita, um hann varð hoyrdur. Men teir hildu stongt við sama lagi, komu ikki út og vildu heldur ikki svara honum; so lýdnir vóru teir boði Gamla Orms, kongs síns. Hershøvdingarnir og hinir yvirmenninir kallaðu tá saman til herráð at kann eftir, hvat meiri kundi verða gjørt fyri at vinna Mannasál. Og eftir at teir fleiri ferðir gjølla og í øllum lutum høvdu ráðlagt saman viðvíkjandi innihaldi boðsins, ið teimum var givið, komu teir til tað úrslit, eina ferð enn at lata áðurnevnda hornblásara stevna mannasálingum saman at hoyra. Men teir vóru samdir um, at noktaðu teir tá, og vildi staðurin ikki enn gevast upp, so ætlaðu teir at lata hornblásaran siga teimum, at roynt skuldi verða, á ein og hvønn hátt sum gjørligt var, at tvinga teir til lýdni fyri kongi teirra. Torusonur beyð tí hornblásara sínum at fara aftur at Oyrnaportri. Har skuldi hann í navni hins stóra Alvalda kongs við ógvuliga harðari rødd stevna mannasálingum at koma hagar til portrið, og tað í løtuni, og lurta eftir tí, sum hinir hægstu og aðalbornu hershøvdingar kongsins høvdu at siga teimum. Hornblásarin fór og gjørdi, sum honum var boðið. Hann gekk at Oyrnaportri og blásti í horn sítt og bað triðju ferð fólkið geva seg upp. Og hann legði aftrat, at um teir enn noktaðu at gera hetta, skuldu hershøvdingar kongs hansara herja á teir við hervaldi og royna at tvinga teir til lýdni við hørðum. Tá steig Vilji fram, hann, sum var høvdingi og porturverji staðarins. Hesin sami Vilji var hin fráfalni, sum áður er talað um. Hann var stórorðaður og spurdi ilskliga hornblásaran, hvør hann var, hvaðani hann kom, og hvør grundin var fyri, at hann helt so ræðuligan gang við portrið og talaði móti mannasálingum slík orð, sum ikki kundu verða told. Hornblásarin svaraði: ?Eg eri tænari Torusonar, hins høga og aðalborna hershøvdinga, sum er hægstur yvir herliði Alvalda, hins stóra kongs. Móti tí kongi hava bæði tú og allir mannasálingar sett tykkum upp; tit hava gjørt uppreistur og lyft hælinum. Og harri mín, hershøvdingin, hevur eini serlig boð til henda stað, og til tín, sum ert ein íbúgvi hansara. Best er, at tit á friðarligan hátt vilja hoyra henda boðskap, og um ikki, verður tað tykkum sjálvum verst!? Vilji svaraði: ?Eg skal bera harra mínum boðini frá tær og hoyra, hvat hann sigur.? Men nú svaraði hornblásarin alt fyri eitt soleiðis: ?Boðskapur okkara er ikki til Gamla Orm risa, men til hinar neyðstøddu mannasálingar! Vit leggja tí hvørki í, hvat hann hevur at svara, ella í hann sjálvan. Vit eru sendir til henda stað at bjarga honum undan ómenniskjaliga harðræði hansara og yvirtala fólkið at geva seg undir hann, sum teir áður stóðu undir Alvalda, hin besta kong av øllum.? Tá segði Vilji: ?Eg skal bera mannasálingum boðskap tykkara.? Hornblásarin segði nú við hann: ?Góði maður, svík okkum ikki! Tí um tú gert tað, svíkur tú teg sjálvan mangan meir.? Og hetta legði hann aftrat: ?Vit hava sett í okkum, at vilja tit ikki við góðum geva tykkum undir, byrja vit bardaga við tykkum og tvinga tykkum at lúta. Hetta skal vera tykkum tekinið fyri, at tað er álvara, eg sigi nú: Tit skulu í morgin síggja hitt svarta flaggið við heitu, skyggjandi snarljósum tess reist á fjallinum. Hetta skal vera fúrsta tykkara ein avbjóðing og tykkum eitt tekin fyri, at vit hava gjørt av at leiða tykkum aftur til harra tykkara og rætta kong.? Vilji fór nú avstað aftur av múrinum. Hornblásarin fór aftur í tilhaldið. Táið hann var komin hagar, komu hershøvdingarnir og hinir yvirmenn Alvalda, hins veldiga kongs, saman at frætta, um lurtað hevði verðið eftir honum, og hvussu ørindi hansara høvdu eydnast honum. Hornblásarin segði tá frá: ?Táið eg hevði blást í hornið og kallað hart á mannasálingar og biðið teir lurta, kom Vilji, sum hevði hoyrt ljóðið frá horninum. Hann er høvdingi í staðnum og er settur portursvørður. Hesin sami Vilji hugdi út um múrin og spurdi meg, hvør eg var, hvaðani eg kom, og hví eg gjørdi slíkt óljóð. Eg segði honum tá ørindi míni, og hvør ið hevði sent meg. ?Eg skal,? svaraði hann, ?kunngera stjóranum og mannasálingum hetta.? Og eg kom síðani aftur til harrar mínar.? Tá segði hin djarvi Torusonur: ?Latum okkum enn eina tíð liggja stillar í skotgrøvum okkara og vita, hvat hasir uppreistrarmenn fara at gera!? Táið nú tíðin nærkaðist, at mannasálingar skuldu svara hinum djarva Torusoni og monnum hansara, varð boðið, at allir bardagamenn í øllum herliði Alvalda skuldu standa vápnaðir allir sum ein og vera til reiðar at taka Mannasál og miskunna íbúgvunum, so satt sum teir vóru lýdnir, men um ikki, at tvinga teir at lúta. Dagurin kom, og hornblásararnir lótu horn síni ljóða um alt tilhaldið, fyri at hermenninir skuldu gera seg til reiðar til verkið, ið henda dag skuldi verða útint. Mannasálingar hoyrdu hornblásturin um alt tilhald Alvalda. Teir hugsaðu ikki annað, enn at ætlanin mundi vera at storma staðin, og vórðu tí fyrst ómetaliga slignir av ræðslu. Men táið ein løta var gingin, summaðu teir seg, og eisini teir tóku at búgva seg út til bardaga, um á skuldi verðið herjað ið hvussu var, til at verja seg. Torusonur bíðaði sum longst; men hann hevði sett sær fyri, at teir skuldu nú geva honum svar. Tí sendi hann aftur hornblásara sín at stevna mannasálingum at lurta eftir boðunum, ið hann hevði til teirra frá Alvalda. Hesin fór og blásti í hornið, og mannasálingar komu tá. Men teir víggirdu Oyrnaportur, so væl sum teir kundu. Táið teir vóru komnir heilt upp á múrin, bað Torusonur um at fáa borgarstjóran at síggja. Men hann, sum tá var borgarstjóri, æt Vantrúni; hann var komin í staðin fyri Holdsfýsna. Vantrúni kom so og læt seg síggja á múrinum. Men táið Torusonur bar eyga við hann, rópti hann hart: ?Hetta er ikki hann! Hvar er Vitigi, hin forni borgarstjóri Mannasálar? Tað er honum, eg vil flyta boðskap mín!? Nú svaraði risin tí eisini hann, Gamli Ormur, var komin hagar hann svaraði Torusoni: ?Tú kemur tær væl, hershøvdingin! Nú hevur tú minst fýra ferðir sent mannasálingum boð, at staðurin skal geva seg undir kong tín; hvør ið hevur sent teg at gera hetta, veit eg ikki, og eg leggi ikki í at kjakast um tað nú! Eg spyrji bert, hvat alt hetta roks skal til, og hvør ætlan tín er um tú veitst tað sjálvur!? Torusonur hansara var hitt svarta flaggið, og skjaldarmerki hansara var hini trý skyggjandi snarljósini legði einki í risan og røðu hansara, men vendi sær til mannasálingar og segði: ?Tykkum veri kunngjørt, íbúgvar hins vanlukkuliga uppreistrarstaðar, at hin alranáðiríkasti kongurin, hin stóri Alvaldi kongur, harri mín, hevur sent meg til tykkara við hesum boði? nú sýndi hann mannasálingum breiða innsigli sítt ?at tit skulu geva tykkum aftur undir lýdni fyri honum! Og hann hevur boðið mær, at um tit vilja lúta við góðum eftir kalli mínum, skal eg fara at við tykkum, eins og tit vóru vinir og brøður mínir. Men hann hevur eisini boðið, at um tit standa stinnir í uppreistri tykkara, eftir at tit eru kallaðir at geva tykkum undir, skulu vit royna at taka staðin við valdi.? Harnæst steig fram Sannførari og segði hansara var hitt bleika flaggið, og skjaldarmerki hansara var hin vítt upplatna lógbókin, sum eldslogar geisaðu úr hann segði: ?Hoyrið, mannasálingar! Hesin staður var einaferð tiltikin fyri sakloysi, men nú er hann sokkin niður í lygn og svik. Tit hava hoyrt tað, sum bróðir mín Torusonur hevur sagt. Og tað er vísdómur tykkara og verður eydna tykkara, um tit boyggja tykkum og taka við friðar og náðitilboðnum, ið tit hava fingið, serliga við tað at hann, ið sendir tykkum hetta tilboð, er tann, sum tit hava gjørt uppreistur móti, og sum hevur vald at sora tykkum sundur. Tí so er Alvaldi, kongur okkara; táið hann er vreiður, stendur einki fyri honum. Siga tit, at tit hava ikki syndað og ikki gjørt uppreistur móti kongi okkara, so vitnar kortini allur atburður tykkara, síðani tann dag tit lupust úr tænastu hansara og tað var byrjanin til synd tykkara ivaleysa nóg mikið móti tykkum. Hvat annað navn vilja tit geva tí, at tit lurtaðu eftir harðstjóranum og tóku tykkum hann til kong! Hvat annað ætla tit at nevna tað, at tit vrakaðu lógir Alvalda og nú eru Gamla Ormi lýdnir! Ja, og hvat annað kann tað verða kallað, at tit hava vápnað tykkum móti okkum, trúgvu tænarum kongs tykkara, og steingja portrini fyri okkum! Latið tykkum tí ráða, takið við tilboði bróður míns, latið ikki náðitíðina verða ónýtta, men verið skjótir at lata tykkum koma til sáttar við mótpart tykkara! (Luk. ). Mannasálingar! Latið tykkum ikki verða hildnar frá náðini og leiddar í túsund vanlukkur við sleisku orðum og sviki Gamla Orms! Hatta svikapettið roynir kanska at fáa tykkum at trúgva, at vit í hesi tænastu okkara søkja egnan vinning; men tit skulu vita, at av lýdni fyri kongi okkara og kærleika til eydnu tykkara er tað, vit eru farnir avstað í hesum ørindum! Aftur sigi eg við tykkum, mannasálingar, hugsið, um tað er ikki undurfull náði, at Alvaldi skal vera so lítillátur, sum hann er! Nú hevur hann okkum at tala fyri seg við tykkum og við blíðum orðum royna at yvirtala tykkum til at geva tykkum undir hann. Man honum tørva tykkum so nógv, sum vit eru vísir í, at tykkum tørvar hann! Nei, nei! Men hann er náðiríkur, og hann vil ikki, at mannasálingar skulu doyggja, men venda við til hansara og liva!? (Ez. ). Nú steig fram Dómur hansara var hitt reyða flaggið, og skjaldarmerki hansara var ein logandi eldsovnur og hann segði: ?Á mannasálingar, sum so leingi hava livað í uppreistri og borið tykkum at sum svíkjarar móti Alvalda kongi! Tit skulu vita, at vit eru ikki komnir í dag higar á henda hátt við einum boðskapi, sum vit sjálvir hava upphugsað, ella til at hevna okkum sjálvar! Tað er kongur, harri mín, sum hevur sent okkum at leiða tykkum aftur til lýdni fyri sær. Og nokta tit at lúta við góðum, hava vit boð um at noyða tykkum til tað. Hugsið aldri við tykkum sjálvum og latið heldur ikki henda harðstjóran Gamla Orm yvirtala tykkum til at hugsa tað! at kongur okkara er so lítið mentur, at hann kann ikki fáa tykkum at lúta og leggja tykkum undir føtur sínar! Tí hann er tann, ið hevur skapt alt, og nemur hann við fjøllini, rúka tey (Sálm. ). Ei heldur fer náðiportur kongs altíð at standa opið; tí dagurin, ið brennur eins og ovnur, er nær (Mal. ), ja, hann kemur ógvuliga skjótt og svevur ikki! Á mannasálingar! Er tað lítið í eygum tykkara, at kongur okkara býður tykkum náði, og tað eftir at tit so mangan hava reitt hann upp! Ja enn rættir hann út gylta sprota sín móti tykkum (Est. ) og vil ikki lata portur sítt verða tykkum stongt vilja tit vekja vreiði hansara so, at hann steingir tað? Um so er, tá leggið tykkum á hjarta tað, sum eg sigi: Tað verður tykkum ikki upp aftur latið í allar ævir! Um tit siga, at tit síggja hann ikki, er tó dómur fyri honum; lítið tí á hann! (Job ensk ums.). Ja, við tað at vreiði er, varðið tykkum, at hann tekur tykkum ikki burt við slagi sínum! Tá kann ikki ein stór bót loysa tykkum. Man hann fara at leggja í ríkidømi tykkara! Nei, hvørki leggur hann í gull ella í alt hervald styrkinnar! (Job ensk ums.). Hann hevur reist hásæti sítt til dóms (Sálm. ), og hann skal koma við eldi og við vagnum Sínum eins og hvirlu, at gjalda við vreiði síni í eldi og við deilan síni í eldsloga! (Es. ensk ums.). Varðið tykkum tí, mannasálingar, at ikki, eftir at tit hava fullført dóm hinna óndu, dómur og rættvísi grípa tykkum!? (Job ensk ums.). Meðan Dómur helt hesa røðu fyri mannasálingum, raktu fleiri við, at Gamli Ormur nøtraði. Men Dómur helt áfram við røðu síni og segði: ?Á tit íbúgvar hins vanlukkuliga staðar Mannasálar! Vilja tit ikki enn lata upp portur tykkara og taka ímóti okkum, sendimonnum kongs tykkara, sum høvdu fegnast við at sæð tykkum livað? Kann hjarta tykkara halda út, ella kunnu hendur tykkara vera sterkar, tann dag tit fáa við hann at gera! (Ez. ). Eg sigi: Tola tit at verða noyddir at drekka eins og ein hevur drukkið søtt vín hin vreiðisjógv, ið kongur okkara hevur gjørt Gamla Ormi og einglum hansara til reiðar! (Malt. ). Hugsið tykkum um, meðan tit kunnu hugsið tykkum um!? Síðani steig fram fjórði hershøvdingin, hin aðalborni Revsari, og segði: ?Á íbúgvar Mannasálar, staðarins, ið einaferð var navngitin, men nú er líkur ávakstarleysari grein, einaferð gleði hinna høgu, men nú bøli Gamla Orms! Lurtið eftir mær við og eftir orðunum, ið eg skal tala við tykkum í navni hins stóra Alvalda! Øksin liggur longu við rót træanna; so verður tá hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin! (Matt. ). Tit, mannasálingar, hava higartil verið hetta ávakstarleysa træ; tit bera einki uttan tornir og tistlar. Ringi ávøkstur tykkara vitnar, at tit eru einki gott træ; vínber tykkara eru eiturvínber, beisk eru vínberjatyssini ( Mós. ). Tit hava gjørt uppreistur móti kongi tykkara, og hyggið, vit, herlið og bardagavald Alvalda, eru øksin, ið løgd er við rót tykkara! Hvat siga tit? Vilja tit venda við? Eina ferð enn: Sigið mær, áðrenn fyrsta høggið fellur: Vilja tit venda við? Øks okkara verður fyrst løgd við rót tykkara, áðrenn hon verður høgd í hana. Fyrst verður hóttan nýtt tað er øksin, sum verður løgd við rót tykkara, áðrenn hon verður reiggjað og høgd í hana tað er revsingin. Og millum hesar báðar hóttanina og revsingina mugu tit venda við; longri tíð hava tit ikki. Hvat ætla tit at gera? Vilja tit venda við, ella skal eg høgga? Høggi eg, mannasálingar, so falla tit! Eg havi fingið boð um, ikki bert at leggja øksina við rót tykkara, men eisini at høgga øksina í hana, og einki kann forða, at høggið fellur, uttan tað at tit geva tykkum undir kong okkara. Og hvat hava tit uppiborið, mannasálingar, so satt sum ikki náði forðar tí, uttan at verða høgdir niður og kastaðir í eldin og brendir! Á mannasálingar! Tol og langmóð vara ikki til ævigar tíðir; eitt ár kunnu tey vara ella kanska tvey, trý. Men bjóða tit vreiðini av við at gera uppreistur trý ár og tit hava longu gjørt meir enn tað! hvat verður tá hitt næsta uttan: ?Høgg tað niður!? ja, og: ?So kanst tú høgga tað niður!? (Luk. ). Og halda tit, at hetta eru berar hóttur, og at kongur okkara er ikki mentur at útinna orð síni? Á mannasálingar! Tit koma at sanna, at orð kongs okkara, sum syndarar virða lítið um og halda ikki viga nógv, eru ikki berar hóttur, men brennandi eldsgløður! Tit hava longu verið ónýt jørð leingi, og ætla tit at halda so á? Synd tykkara hevur fingið hetta herlið at múrum tykkara skulu tær fáa tað at fullføra dóm í staðnum? Tit hava hoyrt tað, sum hershøvdingarnir hava sagt; men tit steingja við sama lagi portur tykkara! Sigið til, mannasálingar! Ætla tit at halda so fram, ella vilja tit taka við friðartilboðnum?? Hesar mótaðu røður, ið hinir fýra aðalbornu hershøvdingar hildu, noktaðu mannasálingar at hoyra. Ljóð teirra sló kortini móti Oyrnaportri, men var tó ikki nóg sterkt til at bróta tað upp. Endin varð, at staðurin bað um tíð at hugsa seg um, hvat svarað skuldi verða á hesi krøv. Men hershøvdingarnir svaraðu, at um teir vildu koma út til teirra við einum manni, sum nevndur var Illibirtil, og sum var í staðnum, so teir fingu lønt honum eftir verkum hansara, skuldu teir geva mannasálingum tíð at hugsa seg um. Men vildu teir ikki kasta teimum henda mann út um múrar Mannasálar, góvu teir teimum onga tíð. ?Tí,? søgdu teir, ?vit vita, at so leingi sum Illibirtil dregur anda í Mannasál, verða allar góðar hugsanir forðaðar, og einki uttan vanlukka stendst av.? Gamla Ormi, sum hjástaddur var, dámdi lítið at missa Illabirtil sín, við tað at hann var røðari hansara. Og verið vís í, at hann hevði mist hann, um hershøvdingarnir fingu hendur á honum! Gamli Ormur ætlaði hesa ferð sjálvur at svara teimum; men so broytti hann ætlan sína og beyð táverandi borgarstjóranum, Vantrúna, at gera tað. ?Góði maður!? segði hann við hann; ?svara tú hesum rekavættum, men ver harðmæltur, so mannasálingar hoyra og skilja teg!? Vantrúni tók tí eftir boði Gamla Orms til orða og segði: ?Góðu menn! Tit hava her, sum vit síggja, tikið støðu fyri Mannasál, fúrsta okkara til trupulleika og staðnum til mein. Hvaðani tit koma, leggja vit ikki í at vita, og hvørjir tit sigast vera, vilja vit ikki trúgva. Víst siga tit okkum í øðisligu røðum tykkara, at Alvaldi hevur givið tykkum myndugleika til hetta; men hvønn rætt hann hevur at geva tykkum slíkt boð, er okkum enn ókunnigt. Eisini hava tit eftir nevnda myndugleika kravt av hesum staði, at hann skal svíkja harra sín og geva seg undir hin stóra Alvalda, kong tykkara, at verða vardan av honum. Og við sleiskum orðum hava tit lovað mannasálingum, at um teir vilja gera hetta, skal hann gloyma gjørdu misbrot teirra og ikki revsa teir fyri tey. Framvegis hava tit eisini rætt mannasálingar við hóttum um stórar og sárar oyðingar, ið koma skulu sum revsing yvir henda stað, um ikki verður samtykt at gera, sum tit krevja. Nú, hershøvdingarnir, hvaðani tit so koma, og ið hvussu rætt endamál tykkara so er tað skulu tit vita, at hvørki harri mín, Gamli Ormur, ella eg, tænari hansara Vantrúni, ei heldur djørvu menn staðar okkara, Mannasálar, leggja vetið í, hvørki tykkum sjálvar, boðskap tykkara ella kongin, ið tit siga, hevur sent tykkum! Vit óttast hvørki mátt hansara, stórleika hansara ella hevnd hansara, og vit lúta als ikki fyri krøvum tykkara! Viðvíkjandi orrustuni, ið tit hótta okkum við, ætla vit at verja okkum, alt vit eru mentir, og tit skulu vita, at vit eru ikki so illa staddir, at vit fáa ikki gjørt tykkum mótstøðu! Stutt at siga eg vil ongan troytta, men tað lati eg tykkum vita, at vit rokna tykkum fyri ein hóp av landastrokum og rekavættum, ið hava sagst undan øllum lýdni fyri kongi tykkara og tikið tykkum saman, eins og floksmenn eru vanir, at rekast um úr staði í stað at vita, um tit ikki, bæði við teimum sleisku orðum, ið tit duga at penta saman, og við teimum hóttum, ið tit hugsa at ræða aðrar við, kunnu fáa tikið onkra bygd, onkun stað ella okkurt land, har fólkið er so heimføðisligt, at tað flýggjar og gevur stað sín ella land sítt upp til tykkara. Men slíkur staður er Mannasál ikki! Nú bert hetta aftrat: Vit ræðast tykkum ikki, vit óttast tykkum ikki, vit geva ikki eftir fyri krøvum tykkara! Portur okkara skulu vera læst fyri tykkum, og inn í stað okkara loyva vit tykkum ikki at koma! Ei heldur ætla vit leingi at tola, at tit halda okkum kringsettar; fólk okkara má liva í friði, og tað voldir tí trupulleika at síggja tykkum her! Á føtur tí, takið alt viðføri tykkara og sleppið tykkum burt hiðani! Annars skjóta vit av múrunum eftir tykkum!? Eftir at Vantrúni gamli hevði hildið hesa røðu, tók Vilji, sum var heilt frá sær sjálvum, orðið og segði nakað so: ?Góðu menn! Vit hava hoyrt krøv tykkara og gangin frá tykkum, sum tit hótta, eins og vit eisini hava hoyrt, hvat tað er, tit vilja hava okkum at gera. Men vit óttast ikki hervald tykkara og leggja einki í hóttur tykkara; vit ætla at verða verandi, sum vit vóru, áðrenn tit komu. Og nú áleggja vit tykkum, at tit, áðrenn tríggir dagar eru umlidnir, hvørva av hesum leiðum; annars skulu tit sanna, hvat tað er, eina ferð enn at vága sær at vekja ljónið, Gamla Orm, táið hann svevur í Mannasál, staði sínum!? Bókarin Góðgloymari æt hann legði nú hesi orð aftrat: ?Góðu menn! Harrar mínir hava, sum tit hava hoyrt, við mildum og fólkaligum orðum svarað hørðu og vreiðu røðum tykkara. Teir hava haraftrat eg hoyrdi tað sjálvur boðið tykkum at fara stillir avstað aftur, sum tit komu. Gerið tí nýtslu av góðvild teirra og farið! Vit kundu havt lagt á tykkum í bardaga og latið tykkum kent egg svørðs okkara; men við tað at vit elska frið og mak sjálvir, dámar okkum ikki at gera øðrum mein og trupulleika.? Nú róptu mannasálingar av gleði, eins og Gamli Ormur og harkalið hansara høvdu longu hálvavegna vunnið sigur á hershøvdingunum. Eisini varð ringt við klokkunum, fegnast og dansað á múrunum. Gamli Ormur fór nú aftur í kastalið, og Vantrúni og Góðgloymari fóru heim til sín sjálvs. Men Vilji aktaði serliga væl eftir, at portrini vórðu tryggjað við dupultari vakt og dupultum lokum, lásum og stongslum. Fram um alt læt hann sterka vakt seta við Oyrnaportur; tí tað var portrið, sum herur kongsins helst ætlaði at treingja seg inn um. Vilji setti eisini til formann fyri vaktini við hetta portur ein illsintan, grundarringan gamlan mann, ið æt Fordómur, og læt hann hava seksti mans undir sær; deyvumenn vórðu teir róptir. Teir hóskaðu sera væl til hesa tænastu, við tað at teir hvørki lurtaðu eftir hershøvdingunum ella hermonnunum. Hershøvdingarnir høvdu nú fingið at royna, hvat stórmenninir svaraðu. Teir skiltu, at teir fingu ikki hinar innføddu av teirri gomlu ættini í staðnum at svara sær, og at mannasálingar høvdu sett sær fyri at berjast við herlið kongsins. Teir gjørdu seg tí til at taka ímóti teimum og lata roynast, hvør ið sterkari var. Teir lótu tá fyrst og fremst eitt ógvuliga sterkt lið standa fyri Oyrnaportri; tí teir vistu, at fingu teir ikki brotið tað upp, kundi einki gott verða gjørt staðnum. Táið hetta var gjørt, settu teir restina av herinum, hvørt liðið á stað tess, og góvu kenniorðið, sum var: ?Tit mugu verða fødd av nýggjum!? (Jóh. ). Blást varð nú í horn, og svarað varð úr staðnum róp móti rópi og hóttur móti hóttum og so byrjaði bardagin. Tvey stór goturstykki høvdu mannasálingar sett á Oyrnaportri; annað varð nevnt Hugmóð, og annað Treiskni. Á hesi goturstykki litu teir nógv. Stoypari Gamla Orms, Blásti, hevði stoytt tey í kastalinum, og skaðavápn vóru tey. Men so árvaknir vóru hershøvdingarnir, og so væl varðaðu teir seg, táið teir sóu hesi goturstykki, at hóast kúlurnar stundum sviðu tætt fram við oyrum teirra, saktu tær teir ikki. Mannasálingar ivaðust kortini ikki í, at goturstykkini voldu stóran skaða í tilhaldi Alvalda, og at tey tryggjaðu væl portrið. Tó fingu teir lítla grund at gabba av tí, sum tey avrikaðu sum fer at síggjast av eftirfylgjandi frásøgn. Eisini vóru nøkur onnur smærri goturstykki í hinum navngitna staði Mannasál, sum teir nýttu móti heri Alvalda. Men eisini úr tilhaldi hansara flugu ørvarnir so tættir móti staðnum og Oyrnaportri, at tað kundi av sonnum verða kallað eitt mansligt, djarvt álop. Tí teir sóu, at fingu teir ikki brotið Oyrnaportur upp, var fáfongt at berja á múrin. Hershøvdingar kongsins høvdu tikið við sær nógvar sleingjur og tveir ella tríggjar múrbrótarar. Við sleingjum sínum kastaðu teir tí eftir húsum og fólki staðarins, og við múrbrótarunum royndu teir at bróta upp Oyrnaportur. Millum herbúðirnar og staðin fóru fleiri smábardagar og hvassir samanbrestir fram, samstundis sum hershøvdingarnir við amboðum sínum gjørdu mong djørv álop fyri at bróta upp Oyrnaportur ella sora sundur tornið, sum á tí stóð, og henda veg sleppa inn. Men so leikaði Gamli Ormur í, so raskur var Vilji, og so nógv avrikaðu Vantrúni borgarstjóri gamli og Góðgloymari bókari, at Mannasál stóð lættliga móti øllum, at allur ómakur og kostnaður, ið kongurin hevði av hernaðinum hetta summarið, tyktist vera nærum heilt burturspiltur, og tað sá út, sum Mannasál fór ikki at verða tikin. Táið nú hershøvdingarnir sóu tilgongdina, tóku teir seg aftur í góðum reglusemi og víggirdu seg fyri veturin. Men tit kunnu hugsa tykkum, at mikið mannafall hevði verið hjá báðum pørtum í hesum bardaga sum eg, um tykkum so líkar, nú skal siga stutt frá. Táið hershøvdingar kongsins fóru frá hirðini og gingu gjøgnum landið á ferðini til Mannasálar í orrustu, bar so á, at teir hittu tríggjar unglingar, sum høvdu hug at gerast hermenn. Teir tyktust djarvir og skilagóðir og hóskandi til hertænastu. Arvalærdómur, Mannavísdómur og Mannainnbilningur itu teir. Hesir tríggir komu tá til hershøvdingarnar og buðu seg í tænastu hjá Alvalda. Hershøvdingarnir søgdu teimum, hvørjum ferðin miðaði móti, og bóðu teir hugsa væl um, hvat tað var, teir buðu seg til. Men unglingarnir søgdu við teir, at hetta høvdu teir longu hugsað um, at teir høvdu frætt, bæði um hesa ferð og endamál hennara, og at teir júst vóru komnir higar at møta herliðinum fyri at verða tiknir til hermenn undir hesum høgu harrum. Torusonur tók teir tá í lið sítt, við tað at teir vóru djarvir menn, og á henda hátt komu teir við í hernaðin. Men táið bardagin byrjaði, bar so á í einum hinum hvassasta samanbrestinum, at ein flokkur av hermonnum Vilja herjaði á út um Álopsportur, sum var loyniportur staðarins, og leyp á baklið Torusonar; og júst í tí herflokkinum vóru hesir tríggir menn. Teir vórðu hertiknir og leiddir inn í staðin, og ikki høvdu teir sitið leingi har sum fangar, fyrrenn tíðindi fóru at ganga á gøtum staðarins, at menn Vilja høvdu hertikið tríggjar merkismenn úr heri Alvalda, og at teir nú vóru fangar har í staðnum. Endin varð, at Gamli Ormur frætti hetta niðan í kastalið bragdið, ið menn Vilja høvdu gjørt, og hvørjar teir høvdu hertikið. Gamli Ormur sendi nú boð eftir Vilja fyri at fáa vissu um hetta. Hann spurdi hann tá, og hann segði honum. Síðani læt risin fangarnar leiða fyri seg, og táið teir vóru komnir, vildi hann hava at vita, hvørjir teir vóru, hvaðani teir komu, og hvat teir høvdu gjørt í tilhaldi Alvalda. Hetta søgdu teir honum, og so læt hann teir seta aftur í varðhald. Ikki mangar dagar eftir sendi hann aftur boð eftir teimum, og nú spurdi hann teir, um teir kundu havt hug at komið í tænastu hansara móti hershøvdingunum, sum teir áður høvdu staðið undir. Teir søgdu honum tá, at teir høvdu ikki so mikið lív sítt í átrúnaðinum sum í tilburðum lagnunnar, og at um hátign hansara vildi veita teimum uppihald, vóru teir til reiðar at tæna honum. Meðan hetta fór fram, var í Mannasál ein hershøvdingi, ið æt Einhvør, og sum fekk mangt í lag. Til hansara sendi Gamli Ormur hesar menn við brævi frá sær sjálvum, har í hann bað Einhvønn taka teir upp í herlið sítt. Innihald brævsins var hetta: ?Góði vinur mín Einhvør! Teir tríggir menninir, ið eg sendi við hesum brævi, vilja fegin tæna mær í hernaðinum, og eg veit ongan betri mann enn teg at lata teir standa undir. Tak tí við teimum í navni mínum, og nýt teir, sum umstøðurnar krevja, móti Alvalda og monnum hansara! Heilsan.? Teir komu tá til Einhvønn, og hann fagnaði teimum. Tveir teirra setti hann til undirhøvuðsmenn; men Mannainnbilning hevði hann til at bera hermerki sítt. Tó nóg mikið er sagt um hetta, og vit fara nú aftur í tilhaldið. Herur Alvalda hevði eisini gjørt staðnum mein. Takið høvdu teir rivið av húsi borgarstjórans, Vantrúna, og soleiðis gjørt hann opinberari, enn hann hevði verið frammanundan. Teir høvdu eisini við eini sleingju nærum dripið Vilja, har hann stóð; men so bar hann tað í bandi, at hann kom fyri seg aftur. Men millum ráðharrarnar voldu teir ikki smávegis mannafall; tí við einum skoti feldu teir seks av teimum: Bannara, Horkall, lllsinta, Lygigóða, Drykkjumann og Svíkjara. Og goturstykkini bæði, sum stóðu uppi á Oyrnaportri, gjørdu teir ónýt og søktu tey niður í móruna. Eg havi áður sagt tykkum, at hinir aðalbornu hershøvdingar kongsins høvdu tikið seg aftur til vetrarstøðu sína og har víggirt seg við viðføri sínum á slíkan hátt, at teir, kongi sínum til mestan vinning og fíggindanum til mestan trupulleika, kundu, táið høvi var til tað, volda Mannasál miklan ófrið. Og henda ætlan teirra eydnaðist so væl, at eg kann siga, at teir fingu gjørt, nærum hvat teir vildu, samfelagi staðarins at meini. Tí mannasálingar fingu ikki nú sovið so trygt sum áður. Ei heldur fingu teir drivið ólevnað sítt so ótálmaðir sum frammanundan. Tí herur Alvalda voldi teimum íðuliga slíkan ófrið, miklan og ræðuligan, ja, ófrið bæði árla og síðla, nú við eitt portrið og nú við annað, og stundum við øll portrini í senn, at teir vistu einki um friðin, ið áður hevði verið. Ja, ófriður varð so tíðum gjørdur teimum, og tað táið næturnar vóru longstar, og kaldast var í veðrinum á hini ólagaligastu ársins tíð at hesin vetur varð mannasálingum so ringur, sum eingin vetur áður hevði verið. Nú vórðu hornini blást, og nú komu sleingjusteinarnir eins og heglingsæl inn yvir staðin. Stundum kundu einir tíggju túsund av hermonnum kongsins renna rundan um múrar Mannasálar um midnáttina við gangi og herrópum. Uppaftur við hvørt vórðu summir í staðnum særdir, og eymkan og neyðarróp vóru at hoyra frá teimum, mannasálingum, sum nú ørmaktaðust, til miklan trupulleika. Ja, í slíkari neyð vóru mannasálingar av herinum, ið helt staðin kringsettan, at eg tori siga, at Gamla Ormi, kongi teirra, varð voldur nógvur ófriður á hesum døgum. Sagt mær er, at nú byrjaðu nýggjar hugsanir at fáa vald á hugi mannasálinga hugsanir, sum mangan bardust hvør við aðra. Summir søgdu: ?Hetta er óvandalív!? Og tá svaraðu aðrir: ?Á, hetta fær skjóta vend!? Uppaftur kundi tá hin triði taka til orða: ?Latum okkum venda við til Alvalda kong, so verður endi á hesi neyð!? Men tá svaraði hin fjórði óttafullur: ?Eg trúgvi aldri, hann fagnar okkum!? Eisini hin gamli aðalsmaðurin Samvitandi, sum var bókari, áðrenn Gamli Ormur tók Mannasál eisini hann tók harðmæltur til orða, og tala hansara var nú mannasálingum eins og harður torusláttur. Einki ljóð loypti slíka ræðslu á teir sum mál hansara og gangurin og rópini frá hermonnunum og hershøvdingunum. Eisini byrjaði nú trot at vera í Mannasál; tað, sum sálir íbúgvanna tráaðu eftir, hvarv frá teimum; alt, ið teir høvdu havt stuttleika í, hevði vindurin avstað fyri sær, og brennimerki varð fyri vakurleika (Es. ). Rukkur vóru at síggja í andlitum teirra, ja, skuggar deyðans byrjaðu at leggjast yvir teir. Á, hvør glaðir høvdu teir ikki verið, um teir nú áttu frið og hvílu í hjartanum, um teir so samstundis skuldu verðið roknaðir millum hini alrafátækastu í heiminum! Haraftrat kom, at um miðjan veturin sendu hershøvdingarnir hornblásara Torusonar við boðum til staðin, at teir máttu geva seg upp til kongin, hin stóra Alvalda kong. Hesi boð komu ikki bert eina ferð, men bæði tvær og tríggjar ferðir; tí hershøvdingarnir vistu ikki, um ikki kanska stundum ein vilji var í mannasálingum at geva seg upp, bert teir fingu eitt eiti av innbjóðing til at gera hetta. Ja, ikki havi eg skilt tað betur, enn at staðurin hevði longu áður enn nú verðið givin upp, hevði tað ikki verið, tí Vantrúni gamli setti seg ímóti, og Vilji vinglaði higar og hagar í hugsan síni. Gamli Ormur tók eisini at leika óður, og tí vóru ikki allir mannasálingar samsintir um at geva staðin upp; teir vórðu verandi í trongd, nívdir av ótta í bæði borð. Eg segði tykkum í áðni, at trinni boð komu henda vetur frá heri kongsins til mannasálingar um at geva seg upp. Fyrstu ferð hornblásarin kom, var tað við friðarorðum. Hann segði mannasálingum, at hershøvdingunum aðalbornu hershøvdingum Alvalda tykti synd í teimum, og at teir syrgdu um neyð staðarins, ið var um at ganga til grundar. Somuleiðis, at tað píndi teir at síggja fólkið forða síni egnu frelsu so nógv. Framvegis segði hornblásarin, at hershøvdingarnir høvdu biðið hann bera tey boð, at um neyðar mannasálingar nú vildu eyðmýkja seg og venda við, skuldi náðiríki kongur teirra fyrigeva teimum uppreisturin, ið teir høvdu gjørt, og opinlýsa svik teirra móti sær ja, og gloyma tað við. Og eftir at hann hevði biðið mannasálingar varða seg, at teir stóðu ikki sær sjálvum í vegin, bardust ikki við seg sjálvar og voldu ikki sær sjálvum tap, fór hann aftur í tilhaldið. Aðru ferð hornblásarin kom, hótti hann teir eitt sindur hvassligari. Tí eftir at hann hevði blást í hornið, segði hann teimum, at við at halda fram við uppreistrinum østu teir bert hershøvdingarnar meiri upp og eggjaðu teir til vreiði; tí teir høvdu sett sær fyri, annaðhvørt at taka Mannasál ella leggja beinini fyri múrum staðarins. Uppaftur kom hann triðju ferð, og nú var hann enn hvassligari við teir. Hann segði við teir, at síðani atburður teirra hevði verið so út av lagi vanheilagur, visti hann so sanniliga ikki, um hershøvdingarnir høvdu hug at miskunna, ella teir fóru at lata dóm ganga yvir staðin. ?Teir hava bert,? segði hann, ?sagt við meg at geva tykkum boð um at lata upp portrini fyri sær!? Síðani vendi hann teimum bakið og fór aftur í tilhaldið. Hesi trinni boð, serliga hini seinastu bæði, loyptu slíka ræðslu á mannasálingar, at teir alt fyri eitt kallaðu saman til ráðleggingar. Úrslitið av henni var, at Vilji skuldi fara at Oyrnaportri og haðani við hornblástri kalla hershøvdingarnar í tilhaldinum til samráðingar. Nú, Vilji blásti uppi á múrinum, og hershøvdingarnir komu hagar alvápnaðir við tíggju túsund hermonnum. Mannasálingar søgdu so við hershøvdingarnar, at teir høvdu hoyrt boðini frá teimum og hugsað um tey, og at teir vildu gera semju við teir og við Alvalda, kong teirra. Men henda semja mátti vera bundin av teimum korum, reglum og treytum, ið teir eftir boði kongs teirra høvdu myndugleika at seta fram. Hesar vóru treytirnar fyri, at teir vildu gera semju, so báðir partar gjørdust ein tjóð: Hesir av íbúgvum staðarins: Hann, sum nú var borgarstjóri, og Góðgloymari, valamaður teirra, somuleiðis hin djarvi Vilji, skuldu undir Alvalda framvegis vera høvdingar yvir Mannasál og yvir kastali og portrum staðarins. Ongan mann, sum nú tænti undir Gamla Ormi, veldiga risa teirra, mátti Alvaldi reka av húsi og heimi ella taka frá honum frælsið, hann higartil hevði notið í hinum navngitna staði Mannasál. Íbúgvum staðarins Mannasálar skuldi verða unt at njóta summar rættir og summi serrættindi síni, nevniliga slík, sum frammanundan høvdu verðið teimum veitt, og sum teir so leingi høvdu notið undir stjórn Gamla Orms, kongs síns hansara, sum nú var og so leingi hevði verið einasti harri og mikli verndari teirra. Eingin nýggj lóg mátti verða givin íbúgvunum, og eingir nýggir embætismenn ella løgreglumenn máttu verða settir yvir teir, uttan teir sjálvir vildu og samtyktu hetta. ?Hesi,? søgdu teir, ?eru uppskot ella friðartreytir okkara, og undir hesum korum skulu vit geva okkum undir kong tykkara.? Men táið hershøvdingarnir hoyrdu hetta veika og ivasama tilboð mannasálinga og miklu og djørvu krøv teirra, lótu teir uppaftur hin aðalborna hershøvdinga sín Toruson halda hesa røðu fyri teimum: ?Á tit íbúgvar staðarins Mannasálar! Fyrsta sum eg hoyrdi tykkum blása í horn til samráðingar við okkum, varð eg glaður; tað kann eg av sonnum siga. Og táið tit søgdu, at tit vóru til reiðar at geva tykkum undir kong og harra okkara, varð eg enn glaðari. Men táið tit so við býttisligu treytum og dárauppskoti tykkara løgdu snávistein misbrota tykkara fyri tykkum sjálvar, vendist gleði mín í sorg, og vónin, ið kveiktist í mær alt fyri eitt um, at tit fóru at venda við, broyttist í tærandi, nívandi ótta. Eg skal ætla, at Illibirtil gamli, fíggindi Mannasálar frá fyrndini, hevur sett saman hasi uppskot, ið tit nú leggja fyri okkum sum semjutreytir. Men hasar treytir hava ikki uppiborið at verða eftirlurtaðar av nøkrum manni, sum sigur seg at tæna Alvalda. Vit eru tí sameindir um at vraka tær, og tað við størstu vanvirðing; vit meta tær fyri mesta órætt og vilja ikki vita av teimum. Men, á mannasálingar! Vilja tit geva tykkum upp í hendur okkara ella beinari at siga, í hendur kongs okkara og líta honum til at seta tykkum treytir, sum tykjast honum góðar og eg vági mær at siga, at tær verða slíkar, sum tit fara at sanna, eru tykkum til mestan bata so skulu vit fagna tykkum og gera frið við tykkum! Men vilja tit ikki líta tykkum í hendur Alvalda, kongs okkara, so stendur alt í sama skili sum áður, og vit vita eisini, hvat vit vilja gera!? Nú rópti Vantrúni gamli, borgarstjórin: ?Og hvør man hann vera, sum, meðan hann enn er frælsur av hondum fígginda sína sum tit síggja, vit eru enn fer at vera so býttur at geva veldissprotan frá sær, monnum í hendur, sum hann kennir ikki! Eg fyri mín part gangi aldri undir slíka treytaleysa uppgávu! Kenna vit atferð og lyndi kongs teirra! Summir siga, hann verður illur við teir, sum undir honum standa, bert teir av misgáum fara eitt hár av vegnum! Og summir siga, hann krevur av teimum mangan meir, enn teir eru førir fyri at útinna! Tað tykist tí, mannasálingar, vera vísdómur tykkara, um tit akta væl eftir, hvat tit gera í hesum máli! Tí lúta tit fyrst undir, so hava tit givið tykkum upp til ein annan, og so ráða tit tykkum ikki longur sjálvir! At geva tykkum treytaleyst upp í vald annars mans er tí størsti dárskapur, ið gjørdur kann verða! Tí víst kunnu tit koma at iðra tykkum eftir tað, men skyldina kunnu tit ongum geva tá uttan tykkum sjálvum! Og líka vita tit, táið hann hevur fingið tykkum, hvønn tykkara hann fer at drepa, og hvønn hann letur tiggja lív ella um hann ger ikki enda á okkum øllum og letur aðra tjóð koma úr sínum egna landi og búsetast í hesum staði!? Henda røða borgarstjórans forðaði og gjørdi enda á allari vón um semju. Hershøvdingarnir vendu tí við aftur í skotgravir sínar, til tjøld síni og menn sínar, har teir áður høvdu verið, og borgarstjórin fór aftur í kastalið til kong sín. Gamla Ormi hevði longst eftir, at hann skuldi koma aftur; tí hann hevði frætt, at mannasálingar høvdu verið um at gjørt semju. Táið Vantrúni var komin inn í hásætishøllina, heilsaði Gamli Ormur honum tí við hesum orðum: ?Vælkomin, vinur mín! Hvussu gekst tykkara millum í dag?? Vantrúni neig djúpt og segði honum síðani frá, hvussu alt hevði gingist: ?Tað og tað søgdu hershøvdingar Alvalda, og so og so svaraði eg.? Táið Gamli Ormur fekk hetta at hoyra, varð hann ógvuliga glaður um tað og segði: ?Borgarstjórin, trúgvi Vantrúni mín! Meir enn tíggju ferðir áður havi eg roynt, at tú ert álítandi maður, og aldri havi eg kent teg at vera svíkjara. Eg lovi tær, at greiða vit hetta hvassa álop, skalt tú eiga fyrstarættin til ein heiðurssess, eitt embæti, mætari enn at vera borgarstjóri í Mannasál. Eg skal gera teg til einkarumboðsmann mín, og tú skalt, mær næstur, vera yvir øllum tjóðum, ja, tú skalt hava slíkt vald yvir teimum, at tær skulu ikki vera mentar at veita tær mótstøðu; eingin, sum undir okkum stendur, skal njóta størri frælsi enn tað, at vera nøgdur at ganga í fjøtrum tínum.? Vantrúni kom tá út aftur frá Gamla Ormi og helt seg av sonnum hava funnið mikla vælvild. Hann var tí sera hástórur, nú hann gekk heim til sín sjálvs, og hugsaði, at hann kundi sanniliga gleðast í vónini, inntil tíðin kom, táið hann varð gjørdur enn mætari stórmaður. Men hetta, at soleiðis varð sýtt at lurta eftir hinum djørvu hershøvdingum, voldi, at uppreistur varð í Mannasál ið hvussu væl so Vantrúni og Gamli Ormur samdust. Vantrúni gamli fór niðan í kastalið at ynskja harra sínum til lukku við tí, sum hent hevði. Men nú høvdu Vitigi, hin gamli borgarstjórin, sum var, áðrenn Gamli Ormur kom til Mannasálar, og Samvitandi, sum áður hevði verið bókari, kallað nakrar av íbúgvum staðarins saman. Hesir báðir kunnu tit ætla høvdu ikki fingið loyvi at vera hjástaddir, táið samráðingarnar fóru fram; tí ræðst varð fyri, at teir tá høvdu roynt at fingið fólkið í part við hershøvdingar Alvalda. Men teir høvdu frætt tað, sum fram var farið við Oyrnaportur, og tað tykti teimum hava nógvan týdning. Og teir royndu nú at sannføra fólkið, sum teir høvdu kallað saman, um, hvussu góða grund hinir aðalbornu hershøvdingar høvdu fyri krøvum sínum, og hvørjar vanlukkur ið fóru at standast av røðu Vantrúna gamla, borgarstjórans, við tað at hann við henni hevði víst bæði hershøvdingunum og kongi teirra vanvirðing og eisini beint fram hevði skuldsett teir fyri trúloysi og svikabrøgd. ?Tí hvat minni,? søgdu Vitigi og Samvitandi, ?kundi fáast burtur úr orðum hansara, táið hann segði, at hann vildi ikki samtykkja í uppskoti teirra, og harumframt legði aftrat, at hann illgitti Alvalda fyri at ætla at leggja okkum í oyði, hann, sum frammanundan hevði sent okkum boð, at hann skuldi miskunna okkum!? Mannamúgvan, sum nú byrjaði at verða sannførd um skaðan, ið Vantrúni gamli hevði volt, tók at mala í flokkum um allan staðin, á hvørjum vegamóti. Fyrst varð mutlað og síðani tosað opinlýst, ja, menn runnu aftur og fram og róptu: ?Á hinir djørvu hershøvdingar Alvalda! Gævi, vit vóru stjórnaðir av teimum og av Alvalda, kongi teirra!? Táið Vantrúni borgarstjóri fekk at vita, at øsing var í Mannasál, kom hann oman at fáa fólkið at sissast. Hann helt seg hava so nógv at týða, at bert teir sóu persón og andlit hansara, skuldi friður verða aftur. Men táið teir sóu hann, løgdu teir á hann og høvdu óivað gjørt honum mein, um hann ikki hevði sloppið sær inn í eini hús. Fólkið herjaði kortini harðliga á húsini, har hann var farin inn, og ætlaði at ríva tey niður yvir høvdi hansara; men tað var ov sterkt, so tað fingu teir ikki í lag. Hann menti seg tí eitt sindur aftur og segði út um eitt vindeyga hesi orð við fólkið: ?Góðu menn! Hvør er grundin fyri hesi øsing, ið her er í dag?? Tá svaraði Vitigi: ?Grundin er, at tú og harri tín hava ikki borið tykkum beint at, og sum tit áttu, við hershøvdingar Alvalda. Í trimum lutum eru tit sekir: Tit vildu ikki loyva Samvitanda og mær at vera hjá, táið tit samráddust. Tit settu slíkar friðartreytir, sum hershøvdingarnir á ongan hátt kundu taka við; tí tað hevði verið hitt sama sum at samtykt, at Alvaldi teirra bert skuldi vera kongur av eiti, og at mannasálingar við sama lagi skuldu hava loyvi at dríva alt ólevnað og alla fáfongd, so hann sá. Á henda hátt hevði úrslitið verðið, at Gamli Ormur framvegis var hin ráðandi kongurin, og Alvaldi bert ætst at vera kongur. Eftir at hershøvdingarnir høvdu latið okkum vita treytir sínar fyri at miskunna okkum, gjørdi tú sjálvur øll tilboð teirra til einkis aftur við ljótu, skilaleysu og gudleysu røðu tíni!? Táið Vantrúni gamli hoyrdi hesa røðu, rópti hann: ?Svik, svik! Vápnið tykkum, tit trúgvu vinir Gamla Orms í Mannasál!? Vitigi svaraði: ?Tú kanst venda orðum mínum, sum tú vilt; men eg eri vísur í, at hershøvdingarnir hjá slíkum høgum harra sum Alvalda áttu at fingið hampiligari móttøku av tær!? Tá segði Vantrúni gamli: ?Hatta er lítið mætari! Men tú, tað, sum eg segði, talaði eg fyri harra mín, fyri stjórn hansara og fyri at fáa fólkið at sissast, fólkið, sum tit í dag við lógleysa atburði tykkara hava øst upp móti okkum!? Nú svaraði Samvitandi, hin gamli bókarin, til: ?Tú átti ikki at svarað Vitiga so aftur! Tað er meir enn eyðsæð, at hann hevur talað satt, og at tú ert fíggindi Mannasálar. Lat teg tí sannføra um, hvussu nógv ilt, ið freka og nasadjarva orðalag títt voldir, hvussu tú hevur volt hershøvdingunum sorg við tí ja, og eisini gjørt Mannasál mein við at tala so! Hevði tú tikið við treytunum, so hevði hvørki hornblástur ella óljóð av bardaga hoyrst rundan um staðin nú! Men nú hoyrist hesin ræðuligi gangur við sama lagi, og grundin fyri, at so er vorðið, er, at eingin vísdómur var í røðu tíni!? ?Ja,? segði Vantrúni gamli, ?havi eg heilsuna, skal eg lata Gamla Orm vita, hvat tú hevur sagt, og tá skalt tú fáa svar upp á orð tíni. Og inntil tá skulu vit royna at gera sum best fyri staðin og ikki spyrja teg til ráðs.? ?Bæði kongur tín og tú,? svaraði nú Vitigi, ?eru ókunnumenn í Mannasál og ikki innføddir her. Og hvør veit táið tit hava fingið okkum í enn størri trongd og síggja, at tit sjálvir ikki kunnu verða bjargaðir uttan við at flýggja, tá kanska tit rýma frá okkum og hugsa bert um tykkara egnu bjarging ella seta eld á staðin fyri at fáa flýtt, fjaldir av roykinum ella í skininum frá eldinum, og lata okkum eftir í oydda staði okkara!? ?Tú gloymir,? segði Vantrúni, ?at tú stendur undir einum landstjóra, og at tú eigur at bera teg at sum tann, ið undir er! Og tað skalt tú vita, at táið harri mín kongur fær at vita um tað, sum í dag hevur farið fram, fært tú ikki mikla tøkk frá honum fyri tað, ið tú hevur gjørt!? Meðan teir báðir nú høvdu henda orðadrátt, komu oman av múrum og portrum staðarins Vilji, Fordómur, Illibirtil gamli og nakað nógvir av hinum nývaldu ráðharrunum og umboðsmonnunum. Teir spurdu, hví slíkur gangur og ófriður var. Og nú byrjaði hvør at siga sína søgu, so at einki hoyrdist greitt. Teir buðu nú, at tøgn skuldi vera, og so tók hin gamli revurin Vantrúni orðið. ?Góðu menn!? segði hann; ?her eru einir tveir ófriðarkroppar, sum hava við øsing savnað saman hesa mannamúgvu móti mær í dag. Grundirnar fyri hesum eru, bæði at teir sjálvir eru grundarringir, og at ein, sum eitur Ónøgdi, hevur fingið teir til tað. Teir hava eisini roynt at fáa mannasálingar at gera uppreistur móti fúrsta okkara.? Allir púkarnir, ið hjástaddir vóru, reistust nú og vitnaðu, at hetta var satt. At væntandi var, at Vitigi og Samvitandi fóru at koma í vanda, við tað at mótpartur teirra var sterkari enn teir, hetta sóu nú allir, sum vóru í parti við teimum; teir stigu tí til at hjálpa teimum og styðja teir, so nú vórðu báðir partar fjølmentir. Teir, ið hildu við Vantrúna, vildu, at hesir báðir gomlu menn, Vitigi og Samvitandi, skuldu alt fyri eitt verða settir fastir; men hetta søgdu teir nei til, sum í hinum partinum vóru. Nú byrjaðu aftur báðir partar at rósa sínum monnum. Púkarnir róstu Vantrúna gamla, Góðgloymara, hinum nýggju ráðharrunum og Gamla Ormi, stóra manni sínum. Teir, sum í hinum partinum vóru, róstu líka harðmæltir Alvalda og lógum hansara, hershøvdingunum og miskunn teirra, og góvu treytum og leiðum teirra besta viðmæli. Soleiðis hildu teir á at kjakast eina løtu. Orðadrátturin endaði við bardøgum, og hvørgin parturin spardi sløgini. Tvær ferðir varð hin góði gamli Samvitandi bardur til jarðar av einum púka, sum æt Herðingur. Og Vitigi mundi fallið fyri einum skoti; eydna hansara var, at hann, ið skeyt, siktaði ikki nóg væl. Men hin parturin slapp heldur ikki heilt óskaldur. Hugur, tænari Vilja, soraði høvdið á einum púka, sum æt Hugsanarleysi. Og eg mátti læa, táið eg sá, hvussu Fordómur gamli varð sparkaður og sipaður um í skarninum. Tí hóast hann stutt fyri hetta var settur til høvuðsmann fyri einum púkaflokki, staðnum til bága og mein, kann eg siga tykkum vist, at nú teir høvdu fingið hann undir seg, nakrir av teimum, sum vóru í parti við Vitiga, bardu teir høvd hansara, so munti. Og hin, ið æt Einhvør, hann við fekk av at vita í hesi orrustu; og hann hevði báðar partar móti sær, við tað at hann hvørgum var trúgvur. Annað beinið fekk hann brotið, aftur fyri at hann var so nasadjarvur, og hann, ið breyt tað, hevði væl viljað, at tað var hálsur hansara. Og meiri skaði enn varð gjørdur báðum pørtum. Men betta má eg ikki gloyma at siga: Tað var løgið at síggja, hvussu líkasælur Vilji var; hann tyktist ikki at halda meiri við øðrum partinum enn við øðrum. Kortini hevði onkur verið varur við, at hann smíltist, táið hann sá, hvussu Fordómur gamli varð tveittur higar og hagar í skarninum. Og táið Einhvør kom hinkandi yvir til hansara, tyktist hann ikki geva honum mikið gætur. Táið nú hesin ófriður var hæsaður av, sendi Gamli Ormur boð eftir Vitiga og Samvitanda og setti teir báðar fastar sum oddamenn og fyrisprákarar fyri hesi ræðuligu, ótamdu øsing í Mannasál. So byrjaði nú staðurin at stillast aftur. Fangarnir fingu harða viðferð, ja, Gamli Ormur hugsaði um at drepa teir; men løtan var ólagalig til at útinna hetta, við tað at bardagi var í hvørjum portri staðarins. Men vit skulu fara aftur undir søgu okkara. Táið hershøvdingarnir vóru komnir frá portrinum aftur í tilhaldið, kallaðu teir saman til herráð fyri at samráðast um, hvat teir nú skuldu gera. Summir søgdu tá: ?Latum okkum fara við tað sama og gera álop á staðin!? Men hinir flestu hildu vera beinari at senda mannasálingum boð eina ferð enn um at gevast upp. Grundin fyri at teir hildu hetta vera beinast, var, at teir hildu seg duga at síggja, at mannasálingar vóru meiri sintir nú enn áður til at gevast upp. ?Og,? søgdu teir, ?táið summir av teimum eru til reiðar at lúta, kunnu vit við harðligari framferð styggja teir longri burtur, enn vit vildu, so teir missa hugin at lurta eftir boðum okkara.? Teir samdust tí um at gera eftir hesum ráðum og sendu boð eftir einum hornblásara, løgdu honum orð í munnin, ásettu honum tíð og bóðu Gud vera við honum. Og ikki gingu nógvir tímar, fyrrenn hornblásarin gjørdi seg til at fara ferð sína. Táið hann nú var komin at staðarmúrinum, tók hann leið at Oyrnaportri og blásti har, eins og hann hevði fingið boð um. Teir, sum inni í staðnum vóru, komu út at vita, hvat áfatt var, og hornblásarin helt so hesa røðu fyri teimum: ?Á tit harðvunnu og eymkanarverdu íbúgvar Mannasálar! Hvussu leingi ætla tit at elska hin stórliga syndafulla dárskap tykkara og hava gleði tykkara í spotti, dárar tykkara! (Orðt. ). Vanvirða tit enn friðar og bjargingartilboðini? Ætla tit enn at vraka gyltu tilboð Alvalda og líta á lygnir og svik Gamla Orms? Táið Alvaldi hevur tikið stað tykkara, halda tit, at minnið um, hvussu tit hava borið tykkum at við hann, tá fer at veita tykkum frið og uggan! Ella halda tit, at tit við hástórum orðum fáa rætt hann eins og eina grashoppu! Er tað av ótta fyri tykkum, hann bønar tykkum! Halda tit tykkum vera sterkari enn hann? ( Kor. ). Hyggið at himlunum og skoðið, og hugsið um stjørnurnar, hvussu høgt tær standa! (Job ). Fáa tit steðgað sólini, so hon rennur ikki skeið sítt, ella forðað mánanum at lýsa! Kunnu tit telja stjørnurnar ella stoyta burtur úr vatnsíløtum himmalsins! (Job ). Kunnu tit rópa vatn sjóarins og lata tað fjala yvirborð jarðarinnar! Kunnu tit við eygnaskoti kúga hvønn stoltan, leinkja ásjón hansara í myrkrinum! (Job ). Kortini eru hesi summi verk kongs okkara, í hvørs navni vit í dag koma til tykkara fyri at fáa tykkum undir vald hansara! Í navni hansara bjóði eg tykkum tí eina ferð enn at geva tykkum upp til hershøvdingar hansara!? Henda røða gav mannasálingum ein dyggan hvøkk, og teir vistu einki at svara. Gamli Ormur skundaði sær tí framat og tók upp á seg at gera tað. Hann tók nú til orða, men vendi sær til mannasálingar. ?Góðu menn,? segði hann, ?og trúgvu tegnar mínir! Er tað satt, ið hesin boðberi hevur sagt um stórleika kongs teirra, so verða tit av ræðslu fyri honum altíð hildnir í trældómi og gjørdir undirbrotligir. Ja, og líka nú, nú hann er so langt burturi tola tit at hugsa um slíkan valdsharra? Og tola tit ikki at hugsa um hann, meðan hann er frástaddur, hvussu skuldu tit tolt nærveru hansara! Eg, fúrsti tykkara, eri sum ein, ið er líki tykkara. Við meg kunnu tit vera, eins og ein spælir við okkurt lítið dýr. Hugsið tí um, hvat best gagnar tykkum, og minnist rættindini, ið eg havi veitt tykkum! Uppaftur er alt tað satt, ið hesin maður hevur sagt, hvussu ber tað tá til, at allir tegnar Alvalda eru í slíkum trældómi, allar staðir har teir koma? Eingin í heiminum er so eydnuleysur sum teir, eingin so undirtraðkaður! Hugsið um, menn mínir í Mannasál! Eg vildi, at tykkum beyð so ímóti at vent mær bakið, sum mær býður ímóti at venda tykkum bakið! Men hugsið um, sigi eg! Enn fáa tit gjørt, sum tit vilja! Tit eru frælsir menn bert tit dugdu at nýtt frælsið! Og kong hava tit við bert tit skiltu, hvussu tit eiga at elska og lýða hann!? Henda røða fekk mannasálingar aftur at herða hjørtu síni enn meir móti hershøvdingum Alvalda. At hugsa um stórleika hansara nívdi teir so heilt niður, og hugsanin um heilagleika hansara søkti teir í vónloysi. Eftir stutta ráðlegging sendu teir tí floksfelagar Gamla Orms hornblásaran aftur við hesum svari: Teir høvdu fyri sín part gjørt av at vera kongi sínum trúgvir og aldri gevast upp til Alvalda. Tað var tí ongan bata til at senda teimum boð uppaftur; teir vildu fyrr doyggja, har teir vóru, enn gevast upp. Og nú tyktust viðurskiftini vera komin í gomlu legu sína, og ógjørligt tyktist at náa Mannasál ella fáa henda stað at hoyra. Tó hershøvdingarnir, sum vistu, hvat harri teirra var mentur, vildu ikki lata mótið taka frá sær enn. Teir sendu tí mannasálingum eini boð enn, hvassligari og álvarsamari enn hini síðstu. Men tess meiri boð teir fingu um at verða samdir við Alvalda, tess longri fóru teir frá honum. Tess meir ið rópt varð eftir teimum, tess longri burt teir fóru, ja, tóat teir vórðu bidnir at venda sær móti hæddini (Hos. ). partur Hershøvdingarnir buðu tí ikki til at fáast við teir á henda hátt longur; teir fóru at hugsa um onkra aðra leið at taka. Teir komu tí saman at ráðleggja sínámillum og fáa at vita, hvat enn kundi verða gjørt fyri at taka staðin og bjarga honum undan harðræði Gamla Orms. Ein teirra helt nú hetta vera best at gera, ein annar hitt. Tá reistist hin aðalborni hershøvdingi Sannførari og segði: ?Brøður mínir! Tað, sum eg haldi vera best at gera, er hetta: At vit lata sleingjur okkara verða nýttar samt og javnt móti staðnum, so mannasálingar hvørki dag ella nátt hava frið fyri teimum. Við at gera hetta forða vit fyri, at lógloysi teirra tekur enn meiri til; tí eitt ljón kann verða tamt við aldri at fáa frið. Harnæst mæli eg til, at vit sameindir senda bønarbræv til harra okkara, Alvalda. Í tí greiða vit fyrst kongi okkara frá støðu Mannasálar, og hvussu við veit har. Síðani biðja vit hann fyrigeva okkum, at vit ikki hava verið førir fyri at avrika meir. Og so bøna vit hátignina um at veita okkum hjálp og lata toknast sær at senda okkum meiri av vápnum og hermonnum og lata ein djarvan og dugnaligan hershøvdinga vera yvir liðinum, ið hann sendir, fyri at hátignin ikki skal lissa vinningin av hesi góðu byrjan síni, men fullføra sigur sín á Mannasál.? Hesi røðu Sannførara góvu teir allir sum ein viðhald og samdust um, at eitt bønarbræv skuldi verða skrivað við tað sama og sum skjótast sent Alvalda við einum væl hóskandi manni. Innihald bønarbrævsins var hetta: ?Náðigasti og dýrasti kongur, harri hins besta heims og byggimeistari Mannasálar! Vit hava, veldigasti harri, eftir boði tínum sett lív okkara í váða og byrjað bardaga við hin navngitna stað Mannasál. Táið vit hildu á staðin, settu vit honum eftir boði tínum fyrst friðartreytir. Men, stóri kongur, íbúgvarnir vildu hvørki við góðum ella illum lurta eftir okkum. Teir stongdu portur síni og vildu ikki loyva okkum at koma inn í staðin. Teir gjørdu eisini goturstykki síni til reiðar, og teir hava gjørt álop á okkum og volt okkum allan tann skaða, ið teir hava kunnað. Men vit hava gjørt atsókn á teir og órógvað teir samt og javnt; vit hava lønt teimum aftur, sum teir høvdu uppiborið, og nakað hava vit skatt staðin. Gamli Ormur, Vantrúni og Vilji eru harðastu rmótstøðumenn okkara. Nú hava vit tikið støðu fyri veturin, tó so, at vit støðugt volda mannasálingum mein og loypa ræðslu á teir. Vit halda, at um vit bert høvdu átt ein sannhjartaðan vin í staðnum, ein, sum vildi tikið undir við kalli okkara, soleiðis sum átti at verðið gjørt, so kanska fólkið hevði givist upp. Men har vóru eingir uttan fíggindar; ikki ein var, sum talaði orð fyri harra okkara við íbúgvarnar. Og tí er Mannasál enn í uppreistri móti tær, tóat vit hava gjørt alt, ið vit vóru mentir. Nú, kongur konga, lat toknast tær at fyrigeva tænarum tínum, at vit hava avrikað so lítið og havt so lítla framgongd í hesum verki, sum so nógv varir um at útinna: At vinna sigur á Mannasál! Ger okkum hetta til vildar, harri, at tú sendir meiri av hermonnum móti Mannasál, so staðurin noyðist at lúta! Og lat hetta herlið vera undir einum manni, sum mannasálingar kunnu bæði elska og óttast! Vit siga ikki hetta tí, at vit ætla at geva uppat at berjast nei, vit eru til reiðar at lata lív í orrustuni móti hesum staði men fyri at Mannasál kann verða vunnin tær, kongurin! Eisini biðja vit teg, kongurin, at tú letur hetta mál verða snarliga framt, fyri at vit, eftir at hesin staður er tikin, kunnu vera tær til tænastu, og tú í náði kanst senda okkum onnur ørindi fyri teg. Amen.? Táið nú hetta bønarbræv var skrivað, varð tað skundisliga sent konginum við einum skilamanni, ið æt Mannasálarvinur. Brævið kom í høll kongsins, og hvørjum skuldi tað verða flýtt uttan soni hansara! Hann tók tað tí og las tað; og við tað at innihald brævsins toknaðist honum, skrivaði hann tað um og bøtti tað, legði eisini sjálvur ymiskt aftrat tí. Táið hann nú við síni egnu hond hevði gjørt broytingar í bønarbrævinum og lagt aftrat, eftir sum honum tykti hóskandi, bar hann konginum tað. Hann flýddi honum tað við níging, men tók síðani, eins og tann, ið myndugleika hevur, at geva tí viðmæli sítt. Kongurin varð glaður, táið hann sá bønarbrævið, og tit kunnu ætla, at honum toknaðist tað enn betur, táið sonur hansara gav tí viðmæli. Honum líkaði eisini væl at hoyra, at tænarar hansara, sum høvdu tikið støðu móti Mannasál, gjørdu verk sítt við øllum álvara, vóru so støðugir í ætlan síni og longu høvdu havt nakra framgongd í hernaði sínum móti staðnum. Kongurin sendi tí boð eftir Immanuel, soni sínum. Táið hann kom, segði hann: ?Her eri eg, faðir mín!? Nú segði kongurin: ?Tú veitst líka væl sum eg, hvussu Mannasál veit við; tú veitst, hvør ætlan okkara er, og hvat tú hevur gjørt fyri at endurloysa staðin. Kom tí nú, sonur mín, og ger teg til til bardagan! Tí tú skalt fara til herlið míni, sum eru við Mannasál. Ferðin skal eisini eydnast tær; tú skalt hava framgongd og taka Mannasál.? Sonur kongsins svaraði: ?Lóg tín er mær í hjarta; at gera vilja tín er gleði mín! (Sálm. ). Hesin er dagurin, ið mær hevur longst eftir; hetta er verkið, ið eg havi bíðað eftir alla hesa longu tíð! Veit mær tí tað vald, sum tú í vísdómi tínum heldur vera neyðugt, og eg skal fara og bjarga doyggjandi staði tínum Mannasál frá Gamla Ormi og mátti hansara! Hjarta mítt hevur mangan pínst í mær av at hugsa um henda neyðstadda stað; men nú fegnast tað og er glatt.? Táið hann hetta hevði sagt, leyp hann um fjøllini av gleði og segði: ?Í hjarta mínum havi eg ikki hildið nakað verið Mannasál ov gott. Hevndardagurin er í hjarta mínum fyri teg, Mannasál mín! (Es. ). Glaður eri eg, at tú, faðir mín, hevur gjørt meg til upphavsmann frelsu teirra! (Heb. ). Nú skal eg hava við allar teir at gera, sum hava plágað Mannasál, stað mín (Zef. ), og bjarga honum av hondum teirra.? Tíðindini flugu eins og snarljós um alla hirðina, at sonur kongsins hevði sagt hetta við faðir sín, ja, har varð ikki talað um annað enn tað, sum Immanuel nú fór at gera fyri hin navngitna stað Mannasál. Og tit kunnu ikki hugsa tykkum, hvussu væl hirðfólkinum dámdi ætlan kongssonarins. Tey vóru so hjartans rørd um hetta verk og um rættvísi bardagans, at hægstu harrar og aðalsmenn ríkisins ynsktu sær tænastu undir Immanuel fyri at sleppa við og hjálpa at vinna aftur undir Alvalda hin neyðar stað Mannasál. Avgjørt varð tí, at nakrir skuldu fara, hagar herurin hevði tilhald, og bera teimum tíðindi um, at Immanuel kom at vinna Mannasál aftur, og at hann skuldi hava við sær so sterkan, óvinniligan her, at eingin fekk veitt honum mótstøðu. Og hvør fegnir vóru ikki hinir høgu við hirðina at leypa avstað sum sendimenn at bera herinum, sum við Mannasál var staddur, hesi tíðindi! Táið nú hershøvdingarnir fingu at frætta, at kongurin fór at senda Immanuel, son sín, og at sonurin eisini var fegin at verða sendur slík ørindi fyri hin stóra Alvalda, faðir sín, róptu eisini teir so hart av gleði, at jørðin skrædnaði við tað fyri at vísa, hvussu fegnir teir vóru at hugsa um komu hansara. Afturljóðið úr fjøllunum var so hart, at sjálvur Gamli Ormur pipraði og skalv. Tí eg skal siga tykkum, at hóast mannasálingar lítið og einki løgdu í hetta, sum í umbúna var tí verri, neyðar mannasálingar høvdu als einki skynsemi eftir, men hugsaðu mest um lystir og stuttleikar sínar! so legði Gamli Ormur, stjóri teirra, í tað. Hann læt samt og javnt njósnarar sínar ganga og kóla, og teir bóru honum tíðindi um alt og søgdu honum frá tí, sum gjørt varð móti honum við hirðina, og at Immanuel fór vissuliga skjótt at koma við einum heri og herja á hann. Og ongan mann í hirðini, ei heldur nakran høvdinga í ríkinum ræddist Gamli Ormur so sum henda kongssonin. Tit munnu minnast, at eg havi áður sagt tykkum, at hann hevði longu kent tyngd handar hansara. Tað loypti tí enn størri ótta á Gamla Orm, at hann hoyrdi, at tað var Immanuel, ið koma skuldi. Tit síggja, eg havi nú sagt tykkum, at sonur kongsins hevði átikið sær at koma frá hirðini at bjarga Mannasál, og at faðir hansara hevði sett hann yvir herliðini. Táið tí nú tíðin var komin hjá honum at fara avstað, gjørdi hann seg lidnan til ferðina. Við sær tók hann, fyri at vera nóg sterkur, fimm aðalbornar hershøvdingar við liðum teirra. Hin fyrsti var ein navngitin, aðalborin hershøvdingi, Trúgvandi nevndur. Flagg hansara var reytt, og ein, sum æt Lyftisríki, bar tað. Skjaldarmerki hansara var hitt heilaga lambið og ein gyltur skjøldur. menn vóru við honum. Eisini hin annar var ein navngitin hershøvdingi, Vóngóði nevndur. Flagg hansara var blátt, og tann, ið bar tað, at Góðvæntni. Skjaldarmerki hansara var trý gylt akker. Og við honum vóru menn. Triði hershøvdingin var Kærleiki, ein avrekskappi. Tann, ið bar flagg hansara grønt flagg æt Miskunnsami. Skjaldarmerki hansara var trý faðir og móðurleys børn, sum hjartaliga fevndust. Undir honum stóðu menn. Fjórði liðstjórin var hin djarvi Sakleysi hershøvdingi. Tann, ið bar flagg hansara, æt Meinaleysi, og flaggið var hvítt. Skjaldarmerki hansara var hinar tríggjar gyltu dúvurnar. Hin fimti var Tolni hershøvdingi sanniliga ein trúgvur og elskuligur maður. Tann, ið bar hitt svarta flagg hansara, æt Langmóðigi. Skjaldarmerki hansara var eitt gylt hjarta við trimum ørvum ígjøgnum. Hesir vóru hershøvdingar Immanuels og teir, ið bóru fløgg teirra. Hesi vóru fløggini og skjaldarmerkini, og hesi vóru herliðini, sum undir teimum stóðu. Og, sum sagt er, hin djarvi kongssonurin fór nú til gongu og tók leiðina móti Mannasál. Trúgvandi førdi oddaliðið og Tolni bakliðið. Hinir tríggir við monnum sínum vóru so meginliðið. Undan teimum ók kongssonurin sjálvur í vagni sínum. Og táið teir nú fóru til gongu sum tá varð blást í horn, sum herklæði og vápn teirra glitraðu, og fløggini blaktraðu fyri vindinum! Herklæði kongssonarins vóru øll av gulli og skinu eins og sólin á himli. Vápn hershøvdinganna vóru væl herd og skygdu eins og stjørnurnar. Eisini fóru nakrir hirðmenn við; teir hoyrdu ikki til herin longur, men fóru av kærleika til Alvalda kong og fyri at veita hjálp til í øllum góðum at bjarga Mannasál. Táið nú Immanuel helt avstað at vinna Mannasál aftur, tók hann við sær eftir boði faðirs síns fýra og fimmti múrbrótarar og haraftrat tólv sleingjur at kasta grót við. Tær vóru allar av reinum gulli, og teir høvdu tær hjá sær mitt í hjarta meginhersins, alla tíðina meðan teir gingu til Mannasálar. Teir gingu nú, inntil teir høvdu ikki meir enn tríggjar fjórðingar eftir til staðin. Har steðgaðu teir, inntil hinir fyrru fýra hershøvdingarnir komu hagar og greiddu teimum frá viðurskiftunum. Síðani fóru teir til gongu aftur fyri at fara til Mannasálar. Og táið teir komu hagar, og hinir hermenninir, sum longu frammanundan høvdu støðu har, sóu, at eitt nýtt herlið kom at berjast í felagi við teimum, hevjaðu teir aftur slíkt fagnaðarróp fyri múrum staðarins, at Gamli Ormur uppaftur varð sligin av ræðslu. Teir tóku nú støðu móti staðnum, tó ikki nú á tann hátt, sum hinir fyrru hershøvdingarnir høvdu gjørt, bert fyri portrum Mannasálar; nei, teir kringsettu staðin, allan sum hann var, úr øllum ættum. Hvønn veg ið tí nú varð hugt úr Mannasál, sóust hermenn og hervald, sum hildu staðin kringsettan. Haraftrat vórðu hervirki laðað móti Mannasál. Øðrumegin stóð ein skansi, sum æt Náði, og øðrumegin ein, ið æt Rættur. Eisini vóru fleiri smærri skansar og álopsvirki, til dømis heyggjurin Einfaldur Sannleiki og virkið Synda Ikki, har summar sleingjurnar vórðu nýttar móti staðnum. Á skansanum Náði vóru fýra sleingjur nýttar, og á skansanum Rætti eisini fýra. Síðani vóru hinar sleingjurnar nýttar á lagaligum støðum ymsar staðir rundan um staðin. Fimm hinir bestu múrbrótararnir teir størstu vórðu nýttir á heygnum Hoyrið, einum hervirki, sum var laðað beint fyri Oyrnaportri; ætlanin var at bróta tað upp við múrbrótarunum. Táið nú mannasálingar sóu hesa stóru fjøld av hermonnum, ið komin var móti staðnum, sóu múrbrótararnar og sleingjurnar, og hervirkini, haðani tey vórðu nýtt, sóu herklæði og vápn skyggja og fløggini blaktra, vóru teir noyddir at hugsa og aftur at hugsa um støðu sína. Men sum teir hugsaðu, gjørdust teir ikki sterkari í huga, heldur veikari. Tí hóast teir áður høvdu hildið seg verið nóg væl víggirdar, byrjaðu teir kortini nú at hugsa, at ikki var gott at vita, hvør lagna og lutur teirra fór at verða. Táið hin góði Immanuel prinsur á henda hátt hevði kringsett Mannasál, læt hann fyrst vinda upp hitt hvíta flaggið; tað læt hann seta millum hinar gyltu sleingjurnar, ið nýttar vórðu á skansanum Náði. Hetta gjørdi hann av tvinnanda grundum: Fyri at lata mannasálingar vita, at hann enn kundi og vildi vera náðigur, um teir vendu við til hansara. Fyri at teir tess minni avsakan skuldu hava, um teir hildu á í uppreistri sínum, og hann legði staðin í oyði. Hitt hvíta flaggið við hinum trimum gyltu dúvunum í varð nú vundið á stong tveir dagar upp í slag fyri at geva teimum stundir og føri at hugsa. Men, sum áður sagt, tað var, eins og hetta einki kom teimum við; teir góvu hesum vælvildartekini kongssonarins einki svar. Nú gav hann onnur boð, og hitt reyða flaggið varð vundið upp á skansanum, ið nevndur var Rættur. Tað var reyða flagg hershøvdingans, ið æt Dómur, og hvørs skjaldarmerki var ein logandi eldsovnur; tað stóð nú og blaktraði fyri teimum í vindinum fleiri dagar upp í slag. Men hygga, eins og teir bóru seg at, táið hitt hvíta flaggið varð vundið á stong, so gjørdu teir nú við, táið hitt reyða varð sett upp! Kortini hevði hann tol við teimum enn. Men hann gav nú tænarum sínum uppaftur onnur boð: Teir skuldu vinda upp móti mannasálingum hitt svarta hóttanarflaggið, har skjaldarmerkið var trý skyggjandi snarljós. Men líka lítið góvu mannasálingar hesum gætur sum tí, ið áður hevði verðið gjørt. Táið nú kongssonurin sá, at hvørki náði, dómur ella revsing kundi røra hjarta mannasálinga, voldi tað honum miklan harm, og hann segði: ?Sanniliga, hesin løgni atburður mannasálinga man heldur koma av, at teir kenna ikki vanligar hermannareglur, enn av loyniligari mótstøðu móti okkum ella vanvirðing fyri teirra egna lívi; tí um teir so skilja sínar egnu hernaðarreglur, vita teir kortini einki um, hvussu farið verður at í bardøgum okkara um siðirnar, ið fylgdir verða, táið eg byrji orrustu við fígginda mín Gamla Orm!? Hann sendi tí mannasálingum boð og læt teir vita, hvat hann meinti við hesum merkjum og fløggum, og eisini fyri at fáa at vita frá teimum, hvat teir ætlaðu at velja: Náði og miskunn ella dóm og revsing. Alla hesa tíð hildu mannasálingar portur síni læst við lásum, lokum og stongslum, so væl sum teir kundu. Eisini vórðu settir tvær ferðir so mangir vaktarmenn sum áður, og teimum varð álagt at akta so væl eftir, sum gjørligt var. Gamli Ormur royndi eisini, alt hann kundi, at seta mót í teir og fáa teir reystliga at halda ímóti. Mannasálingar góvu eisini sendimanni prinsins svar, og tað ljóðaði í høvuðsinnihaldinum so: ?Veldigi harri! Viðvíkjandi tí, sum tú við sendimanni tínum hevur spurt okkum um vit vilja taka við náði tíni ella falla undir dóm tín, skalt tú vita, at vit eru bundnir av teirri lóg og teimum siðum, ið hesin staður hevur, og fáa tí einki vist svar givið tær. Tí tað er ímóti lóg og stjórn okkara og ímóti kongliga serrættindi kongs okkara at gera frið ella byrja orrustu uttan samtykki hansara. Men eitt skulu vit gera: Vit skulu senda kongi okkara umsóknarbræv og biðja hann koma oman at múrinum og har tingast við teg á slíkan hátt, sum hann heldur vera hóskandi og okkum gagnligan.? Táið hin góði Immanuel prinsur hoyrdi hetta svar og sá, hvussu fólkið var fjøtrað og í trældómi, og hvussu teir vóru nøgdir við at verða verandi í leinkjum Gamla Orms, valdsharrans, neit tað honum í hjartað, eins og tað altíð gjørdi, táið hann sá, at onkur var nøgdur við at vera trælur risans. Men vit fara aftur undir søgu okkara. Táið mannasálingar høvdu borið Gamla Ormi hesi tíðindi og haraftrat høvdu sagt honum, at prinsurin, sum hevði støðu uttan fyri múrin, bíðaði eftir svari, segði hann nei og lætst so stórbærur, sum hann kundi. Men í hjartanum var hann ræddur. Men so segði hann: ?Eg skal sjálvur fara oman at portrinum og svara honum, sum eg haldi vera beinast!? Hann fór nú oman at Munsportri og tók har at tala við Immanuel, tó á einum máli, sum mannasálingar ikki skiltu. Innihald røðu hansara var hetta: ?Á tú stóri Immanuel, harri als heimsins! Eg kenni teg, at tú ert sonur hins stóra Alvalda. Hví ert tú komin at pína meg (Luk. ) og reka meg av ogn míni! Hesin staður, Mannasál, er mín, sum tú væl veitst, og tað við tvífaldum rætti. Eg eigi staðin, tí eg havi tikið hann í bardaga, og kann nakar taka býtið frá hinum sterka, ella kunnu fangar sleppa frá honum, sum teir av røttum tilhoyra! (Es. ). Eisini er Mannasál mín, tí fólkið har hevur sjálvt givið seg undir meg. Teir hava latið portur staðarins upp fyri mær, hava svorið mær trúskap og opinlýst valt meg til kong og hava eisini givið kastali sítt mær í hendur; ja, teir hava sett meg yvir alt hervald Mannasálar. Harumframt hevur hesin staður, Mannasál, sagst undan tær; ja, teir hava kastað aftur um bak lóg tína, navn títt, mynd tína og alt, sum títt er, og hava í tann stað fagnað lóg míni, navni míni, mynd míni og øllum, ið mítt er. Spyr annars hershøvdingar tínar, og teir fara at siga tær, at mannasálingar hava svarað øllum krøvum teirra við at sýna mær kærleika og undirgivni; men tær og tínum hava teir altíð sýnt vanvirðing, ólýdni, háð og spott. Nú, tú, sum ert hin rættvísi og heilagi, eigur ongan órætt at gera. Far tí eg biði teg frá mær aftur og lat meg sita í friði á lógligu ogn míni!? Henda røða varð hildin á Gamla Orms egna tungumáli. Tí hóast hann kann tosa við hvønn mann á máli hansara hvussu skuldi hann annars freistað teir, sum hann ger! hevur hann kortini eitt mál fyri seg sjálvan, og tað er tungumál hins djúpa Helvitis, hinnar svørtu avgrundar. Tí skiltu mannasálingar hann ikki neyðar menn! Og teir sóu ei heldur, hvussu hann neig og kreyp fyri Immanuel, kongi teirra. Nei, teir hildu við sama lagi, at hann var hin sterki og veldigi, sum eingin kundi vinna á. Meðan hann tí soleiðis bønaði Immanuel um at lata seg sleppa at ráða har í friði og bað hann ikki taka ræðið av sær við valdi, geipaðu mannasálingar av, hvussu sterkur hann var, og søgdu: ?Hvør er mentur at berjast við hann!? (Op. ). Táið nú hesin ?kongur? sum hann hevði gjørt seg upp til var liðugur við tað, sum hann hevði at siga, reistist Immanuel, hin skínandi høvdingi, og tók orðið. Innihald røðu hansara var hetta: ?Svikari tín! Eg havi í navni faðirs míns, í mínum egna navni og hinum neyðstadda staði Mannasál til besta nakað at siga við teg. Tú sigur teg hava rætt, lógligan rætt, til hin eymkanarverda stað Mannasál; men allir við hirð faðirs míns vita fullvæl, at tað var við lygn og sviki tínum, tú slapst inn um portur staðarins. Tú leyg upp á faðir mín, tú leyg um lóg hansara, og soleiðis sveik tú mannasálingar! Tú sigur, at teir hava fagnað tær sum kongi, hershøvdinga og rætta fúrsta og harra sínum; men eisini tað vanst tú av teimum við sviki og falsi. Nú um lygn, svikabrøgd, syndafullar lótir og alskyns ræðuligt hykl verða tikin fyri sannleika og rætt fyri dómstóli faðirs míns og har er tað, tú verður rannsakaður so skal eg viðganga fyri tær, at tú tókst staðin í lógligum bardaga. Men á, hvør tjóvur, hvør harðstjóri, hvør djevul kann ikki vinna sigur á slíkan hátt! Men eg kann prógva, Gamli Ormur, at tú í øllum orðageipi tínum um, at tú vanst sigur á Mannasál, kanst einki siga, sum sannleiki er. Heldur tú, tað var rætt, at tú legði faðir mín undir lygn og gjørdi hann í eygum mannasálinga til størsta svikara heimsins! Og hvat sigur tú um fullvitandi rangsnúgving tína av sonnu merking og endamáli lógarinnar! Og var tað gott, at tú rændi sakloysi og falsloysi hins nú so vanlukkuliga stadda staðar Mannasálar! Ja, tú vanst sigur á Mannasál við at lova íbúgvunum eydnu við at bróta lóg faðirs míns, hóast tú visti og mátti vita, um tú so ongum spurdi eftir uttan tíni egnu roynd at tað var vegurin til undirgang teirra! Tú hevur eisini, meistari tín í fíggindskapi, av hatri skammskemt mynd faðirs míns í Mannasál og sett upp mynd tína í staðin fyri, faðir mínum til mikla vanvirðing, synd tíni til margfalding og hinum til grundar gangandi staði Mannasál til ótolandi skaða! Enn meir: Tú hevur eins og alt hetta hevði verið tær ov lítið ikki bert svikið henda stað og forkomið honum, men við lygnum og falska atburði tínum sett hann upp ímóti hansara egnu bjarging. Hvussu hevur tú ikki øst mannasálingar upp móti hershøvdingum faðirs míns og fingið teir at berjast við teir, ið sendir vóru av honum at fría teir úr trældóminum! Alt hetta og ógvuliga mangt annað hevur tú gjørt, tóat tú visti, tað var skeivt, og fyri at háða faðir mín og lóg hansara, ja, við tí endamáli at fáa hin neyðstadda stað Mannasál undir vreiði hansara allar ævir. Eg eri tí komin at hevna órættin, ið tú hevur gjørt faðir mínum, og endurgjalda tær spottanirnar, ið tú hevur fingið hinar neyðar mannasálingar at spotta navn hansara við. Ja, yvir høvur títt, tú høvdingi Helvitis djúps, skal eg lata hevndina fyri tað koma! Men eg á Gamli Ormur! eg eri komin ímóti tær við lógligum rætti og fyri við mátti handar mínar at taka henda stað, Mannasál, úr brennandi klóm tínum! Tí hesin staður, Mannasál, er mín á Gamli Ormur! og tað við rætti, sum ikki kann verða gjørdur ivasamur sum ein og hvør skal síggja, ið hugagóður vil granska hinar alraelstu og trúverdastu skriftir! Og eg skal prógva ognarrætt mín til hansara, tær til skomm beint í andlit títt! Fyrst hevur faðir mín við síni egnu hond bygt og myndað Mannasál. Og kastalið, sum mitt í staðnum er, hevur hann bygt sær sjálvum til gleði. Hesin staður, Mannasál, er tí ogn faðirs míns við alrabesta rætti, og tann, ið mótmælir hesum sannleika, lýgur, tóat hann veit betur. Harnæst á tú meistari í lygn! er hesin staður, Mannasál, mín: Tí eg eri arvingi faðirs míns, hin frumborni hansara og einasta gleði hjarta hansara. Eg havi tí sjálvur rætt at koma ímóti tær og bjarga mínum egna arvi av hond tíni. Men harnæst ikki bert sum arvingi faðirs míns havi eg rætt og heimild til Mannasál, nei, eg havi tað eisini, tí hann hevur givið mær staðin. Hansara var hann, og hann gav mær hann (Jóh. ), og aldri havi eg heldur gjørt faðir mínum ímóti, so hann skuldi tikið staðin frá mær aftur og givið tær hann. Og ikki havi eg verið fyri gjaldtroti og tí verið noyddur at selja tær ella lata til tín elskaða stað mín, Mannasál. Til henda stað stendur tráan mín, hann er lystur mín, gleði hjarta míns. Mannasál tilhoyrir mær, tí eg havi keypt hann. Eg havi endurloyst hann á Gamli Ormur! keypt mær sjálvum hann. Nú, við tað at hann var ogn faðirs míns og mín, sum var arvingi faðirs míns og við tað at eg eisini havi vunnið mær hann við at keypa hann og gjalda dýrt fyri hann, so er tí staðurin mín við fullum, lógligum rætti, og tú ert ein yvirgangskroppur, ein harðstjóri, ein svíkjari, sum hevur gjørt teg til harra har! Grundin fyri, at eg keypti hann, var henda: Mannasálingar høvdu gjørt brot móti faðir mínum, og faðir mín hevði sagt, at tann dag teir brutu lóg hansara, skuldu teir doyggja. Og fyrr forganga bæði himmal og jørð, enn faðir mín gongur frá orði sínum. Táið tí mannasálingar høvdu gjørt ta stóru synd at lurta eftir lygn tíni, steig eg fram og gekk í ábyrgd hjá faðir mínum, at eg skuldi lata likam fyri likam og sál fyri sál og á tann hátt gera bót fyri brot mannasálinga. Og hesum tók faðir mín av. Táið so hin ásetta tíð var komin, gav eg likam fyri likam, sál fyri sál, lív fyri lív, blóð fyri blóð, og endurloysti soleiðis elskaðu Mannasál mína. Og ikki gekk eg frá hálvgjørdum verki. Bæði lóg og rættvísi faðirs míns, sum báðar høvdu við at gera hóttanina fyri misbrotið, hava nú eisini báðar fingið tað, ið tær kravdu, og loyvdu sera væl, at Mannasál varð bjargað. Tað er eisini júst eftir boði faðirs míns, eg eri komin móti tær í dag. Tað var hann, ið segði: ?Far niður og bjarga Mannasál!? Veri tær tí kunnigt, tú svikakelda, og veri tað eisini hinum tápuligu mannasálingum kunnigt, at eg eri ikki komin ímóti tær henda dag uttan vilja faðirs míns! Og nú havi eg? segði hin skínandi prinsur ?nakað at siga við mannasálingar.? Men við tað sama sum hann nevndi, at hann hevði eitt orð at siga við hinar synddoyvdu mannasálingar, varð dupult vakt sett við portrini, og øll fingu boð um ikki at lurta eftir. Hann helt tó fram og segði: ?Á vanlukkuligu mannasálingar! Eg má rørast av eymkan og miskunn fyri tykkum. Tit hava tikið tykkum Gamla Orm til kong og eru vorðnir uppihaldarar og tænarar púkanna móti yvirharra tykkara. Gamla Ormi hava tit latið portrini upp, men stongt tey væl fyri mær; honum hava tit lurtað eftir, men stappað aftur í oyru tykkara fyri ikki at hoyra róp mítt. Hann voldi oyðing tykkara, men tit fagnaðu bæði honum og henni; eg eri komin at bera tykkum frelsu, men mær vilja tit ikki vita av. Haraftrat hava tit tikið tykkum sjálvar við øllum, ið mítt var, hjá tykkum, og við vanheilagum hondum givið fígginda mínum tað alt og størsta fígginda faðirs míns! Tit hava boygt tykkum fyri honum og givið tykkum undir hann, tit hava lovað og svorið, at tit skulu hoyra honum til! Neyðar mannasálingar! Hvat skal eg gera við tykkum? Skal eg frelsa tykkum? Skal eg oyða tykkum? Hvat skal eg gera við tykkum? Skal eg herja á tykkum og mylja tykkum í mjøl, ella skal eg gera tykkum til eitt minnismerki um ríkastu náði? Hvat skal eg gera við tykkum? Hoyrið tí, mannasálingar, hoyrið orð míni, og tit skulu liva! Eg eri miskunnsamur, mannasálingar! Tit skulu sanna, at eg eri tað. Steingið ikki portur tykkara fyri mær! Á mannasálingar! Hvørki eri eg sendur at volda tykkum mein, ei heldur havi eg hug at gera tað. Hví flýggja tit so skjótir undan vini tykkara og halda tykkum so nær at fígginda tykkara? Víst vil eg hava tykkum at syrgja um synd tykkara, tí tit eiga at gera tað; men eg vil ikki hava tykkum at missa mót um lív. Hesin stóri herur er ikki komin at gera tykkum mein, men at bjarga tykkum úr trældómi tykkara og leiða tykkum aftur til lýdni. Víst eri eg sendur at berjast við Gamla Orm, kong tykkara, og allar púkarnar við honum; tí hann er hin sterki, sum vápnaður verjir húsið (Luk. ), og eg vil hava hann út; rán hansara má eg býta út, og herklæði hansara má eg taka frá honum; hervirki hansara má eg reka hann úr og gera mær sjálvum tað til bústað. Og hetta, mannasálingar, skal Gamli Ormur sanna, táið hann leinkjaður skal verða noyddur at ganga aftan á mær, og mannasálingar skulu fegnast við at síggja hetta. Eg kundi, um eg nú vildi nýtt vald mítt, noytt hann alt fyri eitt at farið frá tykkum og flýtt; men eg ætli at gera so við hann, at øll skulu síggja og ásanna, at bardagin, ið eg nú byrji við hann, er rættvísur. Við svikum hevur hann tikið Mannasál, og við valdsræði og falsi heldur hann staðnum; men eg skal gera hann beran og naknan fyri eygum alra, sum hyggja at. Øll orð míni eru sonn. Eg eri mentur at frelsa, og eg skal bjarga Mannasál av hondum hansara.? Henda røða var nú serliga hildin fyri mannasálingum; men teir vildu ikki hoyra hana. Teir stongdu Oyrnaportur, laðaðu verndarvirki fyri tí og hildu tað læst við lokum og stongslum; vakt settu teir eisini við portrið og góvu boð, at eingin úr Mannasál mátti fara út til Immanuel, ei heldur mátti verða loyvt nøkrum hermanni hansara at koma inn í staðin. So ræðuliga hevði Gamli Ormur forgjørt teimum, at hann fekk teir at gera alt hetta og royna at virka fyri hann ímóti rætta harra og fúrsta teirra. Tí náddi úr dýrmæta heri Immanuels eingin maður at koma inn í staðin, nei, ikki ein rødd ella eitt ljóð haðani. Táið Immanuel tí sá, at staðurin var so fløktur inn í synd, kallaði hann her sín saman við tað at nú eisini orð hansara vórðu vanvird og læt boð ganga um alt tilhaldið, at menn hansara skuldu halda seg til reiðar ásettu tíð. Og við tað at einasti rætti háttur at taka Mannasál var at ganga inn um portrini, fyrst og fremst um Oyrnaportur, beyð hann hershøvdingum og yvirmonnum sínum at føra fram múrbrótarar, sleingjur og hermenn teirra og við teimum kringseta Eygnaportur og Oyrnaportur; tí nú ætlaði hann at taka staðin. Táið so Immanuel hevði á allan hátt gjørt seg til reiðar til bardaga við Gamla Orm, sendi hann eina ferð enn boð til mannasálingar at vita, um teir við góðum vildu gevast upp, ella um teir framvegis ætlaðu at noyða hann at taka til alraharðastu ráð. Mannasálingar og Gamli Ormur, kongur teirra, kallaðu tá saman til herráð. Teir gjørdu av at seta Immanuel fram nøkur uppskot, og um hann tók av, skuldu teir gera semju við hann. Men so var, hvør ið skuldi fara við hesum boðum. Í Mannasál var ein gamal maður, ein púki, nevndur Altreiski, ein, sum stóð stívur á sínum og var óførur at virka fyri Gamla Orm. Hann sendu teir tí og løgdu honum orð í munnin at siga. Hann fór nú avstað og kom til her Immanuels, og táið hann var komin hagar, varð honum sett ein tíð, táið hann skuldi bera fram ørindi síni. Táið so tíðin var komin, segði hann fyrst nøkur inngangsorð, sum skuldu vera hátíðarlig, men hóskaðu fyri ein boðbera Gamla Orms, og tók síðani til orða á henda hátt: ?Máttmikli harri! Fyri at allir skulu sanna, hvussu góðviljandi høvdingi harri mín er, hevur hann sent meg at siga tær, at hann, heldur enn at taka upp orrustu við teg, vil geva upp í hendur tínar helvtina av Mannasál. Tú vilt tí, hávirdi harri, lata meg vita, um tú tekur av hesum uppskoti.? Tá svaraði Immanuel: ?Allur staðurin er mín; hann er mær givin, og eg havi eisini keypt hann; tí vil eg als ikki missa helvtina av honum.? Altreiski segði nú: ?Harri! Meistari mín segði, at hann vil geva seg til tols við, at tú bert navn av at ráða yvir øllum staðnum, bert hann sleppur at hava ein part av honum.? Men Immanuel svaraði: ?Staðurin er allur mín, ikki bert av eiti og navni, men í veruleika; tí vil eg vera einasti harri og ánari hansara, ella als einki hava av honum.? Uppaftur tók Altreiski til orða: ?Harri! Hoyr, hvussu lítillátan meistari mín ger seg! Hann sigur, at hann skal geva seg til tols, bert honum verður veitt eitt stað í Mannasál, har hann fær búð í friði fyri seg sjálvan. So skalt tú vera harri yvir øllum hinum.? Nú svaraði hin høvdingi ljóssins: ?Alt, ið faðirin hevur givið mær, skal koma til mín (Jóh. ); av øllum, ið hann hevur givið mær, vil eg einki missa, nei, hvørki hár ella strá! Eg lati tí ikki Gamla Orm fáa so mikið sum hin minsta krók í Mannasál at búgva í; eg vil hava alt sjálvur.? Altreiski gavst tó ikki, men segði: ?Men, harri, um nú meistari mín vil samtykkja í, at tú fært allan staðin, og bert setur tey kor, at hann stundum, táið hann kemur higar til lands, skal sum ein gamal kunningur sleppa at gista einar tvær nætur eins og ein annar ferðamaður ella vera einar tríggjar dagar, ein mánað ella so? Kundi ikki hesin lítli rættur verðið honum untur?? ?Nei!? svaraði Immanuel; ?hann kom som ferðamaður til Dávid og steðgaði ikki leingi hjá honum; men kortini mundi tað kostað Dávidi sál hansara. Eg samtykki ikki í, at hann nakra tíð verður hýstur her aftur!? ?Harri!? helt Altreiski fram; ?tú tykist vera ógvuliga harður. Men um nú meistari mín gevur eftir í øllum, sum tú hevur sagt, og bert setur sum kor, at vinmenn og frændur hansara í Mannasál skulu hava loyvi at handla í staðnum og hava bústaðir sínar har í friði? Kann ikki hetta verða samtykt, harri?? Aftur svaraði Immanuel: ?Nei! Tað er ímóti vilja faðirs míns. Allir púkar av øllum sløgum, sum eru í Mannasál nú, ella nakra tíð verða hittir har, skulu ikki bert missa ognir sínar og rættindi síni, men eisini lata lív.? Altreiski tók aftur til orða: ?Men, harri, um nú meistari og høgi húsbóndi mín letur teg fáa allan staðin, kann hann tá ikki fáa loyvi at uppihalda gamla vinskapi sínum við fólkið á tann hátt, at hann sendir hagar brøv og ferðafólk ella onkursvegna, sum nú kann bera til?? Immanuel svaraði: ?Als ikki! At lata Gamla Orm gera sær dælt við mannasálingar eins og gamlar kunningar, at lata mannasálingar liva í felagsskapi og vinskapi við hann veri hetta á hvønn hátt og í hvørjum umstøðum, tað vera vil er einki til uttan at spilla teir, at venda kenslum teirra burtur frá mær og at seta frið teirra við faðir mín í váða.? Altreiski vildi tó ikki gevast, men helt fram: ?Høgi harri! Meistari mín hevur mangar vinir og slíkar, sum eru honum kærir, í Mannasál. Skal hann nú fara frá teimum, kann hann tá ikki, eftir sum hann heldur vera best, veita teimum okkurt tekin fyri kærleika sín til teirra og ta góðvild, hann hevur fyri teimum, fyri at mannasálingar, táið hann er farin, kunnu hyggja at hesum kærleiksprógvum, ið gamli vinur teirra hevur veitt teimum, og minnast hann, sum einaferð var kongur teirra, og tær stuttligu løtur, teir stundum høvdu, meðan hann og teir livdu saman í friði?? ?Nei!? svaraði Immanuel; ?verður Mannasál mín, loyvi eg ikki og samtykki eg ikki í, at eitt vet verður eftir frá Gamla Ormi, nei, hvørki hár ella strá. Hann skal ongar minnisgávur veita nøkrum mannasálingi og á tann hátt fáa teir at minnast hin ræðuliga felagsskap, ið var millum teir og hann.? ?Ja, harri!? segði Altreiski; ?eg havi eitt uppskot enn at seta fram, og so eri eg liðugur við ørindi míni. Skuldi nú, táið meistari mín er farin úr Mannasál, onkur, sum enn býr har, havt slík týdningarmikil mál at avgjørt, at tað verður undirgangur hansara, um hesi mál verða vanrøkt, og skuldi tá, harri, eingin kunnað hjálpt í hesum málum so væl sum meistari og húsbóndi mín kunnu tá ikki boð verða send eftir honum í slíkum umvarðandi spurningum? Og um hann so ikki kann fáa loyvi at koma inn í staðin, kunnu so ikki hann og tann persónur, ið hevur eitt slíkt týdningarmikið mál at fáa avgjørt, hittast í onkrari bygd nærhendis Mannasál og har samráðast um tað?? Hetta var hitt síðsta av teimum sleisku uppskotum, ið Altreiski hevði at seta Immanuel fram, fyri meistara sín, Gamla Orm. Men Immanuel vildi ikki samtykkja. Hann segði: ?Eingin spurningur, einki mál og eingin trupulleiki kann verða í Mannasál, táið meistari tín er farin haðani, sum faðir mín ikki kann greiða. Tað hevði eisini verið at gjørt vísdómi og viti faðirs míns stórliga til skammar at givið nøkrum mannasálingi loyvi at farið til Gamla Orm at tikið ráð frá honum. Teir eru jú eisini frammanundan bidnir í øllum at lata tað, sum teir ynskja, koma fram fyri faðir mín í bøn og ákallan (Fil. ). Harumframt: At geva loyvi til hetta var jú at geva loyvi til, at einar dyr vórðu settar Gamla Ormi opnar, og við honum púkunum í Mannasál, til at smíða saman ilt, gera samansvørjingar og leggja svikaráð, faðir mínum og mær til sorg og Mannasál til fullkomiliga oyðing.? Táið Altreiski hoyrdi hetta svar, segði hann Immanue farvæl og fór avstað; hann segði, at hann skuldi bera harra sínum boð um alt hetta málevni. Hann kom nú til Gamla Orm í Mannasál og segði honum frá øllum í hesi søk at Immanuel vildi ikki geva loyvi til, at hann, Gamli Ormur, táið hann eina ferð var farin úr Mannasál, nakra tíð í allar ævir aftur skuldí hava nakað at gera í staðnum ella við nakran, sum í staðnum var. Táið mannasálingar og Gamli Ormur fingu hesa frágreiðing at hoyra, settu teir sær samráddir fyri at gera tað, sum gjørt kundi verða, at forða Immanuel at koma inn í Mannasál. Teir sendu tá Illabirtil, sum tit hava hoyrt um áður, at siga prinsinum og hershøvdingunum hetta. Hesin gamli fór tí upp á Oyrnaportur og rópti á herin at lurta eftir sær. Og táið nú varð givið ljóð, segði hann: ?Høgi harri mín hevur givið mær boð um at siga við tykkum, at tit skulu lata Immanuel, harra tykkara, vita, at mannasálingar og kongur teirra hava sett sær fyri at standa og falla saman. Tað batar tí einki prinsi tykkara at hugsa um nakra tíð at leggja Mannasál undir seg, uttan hann kann taka staðin við valdi.? Onkur fór nú og bar Immanuel boð um tað, sum Illibirtil, ein gamal púki í Mannasál, hevði sagt. Tá segði prinsurin: ?Eg má royna, hvat svørð mítt er ment; tí eftir allan uppreisturin móti mær í Mannasál og alla mótstøðuna, staðurin hevur veitt mær, vil eg ikki gevast við kringsetingini og rýma; nei, eg skal vissuliga taka Mannasál mína og bjarga staðnum av hondum fígginda hansara!? Hann gav nú Torusyni, Sannførara, Dómi og Revsara hershøvdingum boð um alt fyri eitt at fara niðan at Oyrnaportri við hornblástri og blaktrandi fløggum og herrópi. Eisini beyð hann Trúgvanda hershøvdinga at fara við teimum. Haraftrat beyð Immanuel Vóngóða og Kærleika hershøvdingum at taka støðu fyri Eygnaportri. Og hann gav boð, at restin av hershøvdingunum og menn teirra skuldu taka støðu rundan um staðin, har sum teir best fingu veitt fíggindunum mótstøðu. Og alt varð gjørt, sum hann beyð. Síðani segði hann, at kenniorðið skuldi verða givið, og hetta orð var tá: ?Immanuel?. Nú varð blást til álops. Múrbrótararnir vórðu nýttir, og sleingjurnar grýttu staðin undir, og soleiðis byrjaði slagið. Gamli Ormur var sjálvur hershøvdingi yvir monnum staðarins í bardaganum, og tað við øll portrini, og hetta voldi, at mótstøðan varð harðari, djevulskari og meinari fyri Immanuel. Hesin góði prinsur hevði á henda hátt ivaleysa nógv at gera í fleiri dagar við at berjast við Gamla Orm og mannasálingar. Men vert var at síggja, hvussu hershøvdingar Alvalda fóru at í hesi orrustu. Fyrst nevna vit Toruson tó ikki fyri at undirmeta hinar. Hann gjørdi trý hørð álop á Oyrnaportur, hvørt eftir annað, so porturstólparnir ristu. Og Sannførari var í hølunum á Torusyni, so skjótt sum hann kundi. Táið hesir báðir sóu, at portrið tók at riða, buðu teir, at múrbrótararnir skuldu halda á at berja tað. Men táið Sannførari kom portrinum ógvuliga nær, varð hann við miklum valdi rikin aftur og fekk trý sár í munnin. Teir, sum vóru yvir hinum sjálvkravdu, gingu tó um og settu mót í hershøvdingarnar. Við tað at hesir báðir, ið nevndir eru, høvdu sýnt slíkt dirvi, sendi prinsurin boð eftir teimum, og táið teir komu í tjald hansara, beyð hann, at teir skuldu hvíla seg eitt sindur, og at okkurt nýtiligt skuldi verða sett fyri teir. Eisini varð bundið um sárini, ið Sannførari hevði fingið, so tey kundu verða grødd. Og prinsurin gav hvørjum teirra eina gullketu og bað teir hava gott mót. Vóngóði og Kærleiki stóðu heldur ikki aftari í hesum øgiliga bardaga; teir herjaðu so dyggiliga á Eygnaportur, at lítið vantaði á, at tað varð brotið upp. Eisini teimum lønti prinsurin, eins og øllum hinum hershøvdingunum, við tað at teir bardust so dúgliga rundan um staðin. Í hesum slagi fullu mangir herstjórar Gamla Orms, og nakrir mannasálingar vórðu særdir. Av herstjórunum fall millum aðrar ein, sum æt Geipari. Hann hevði hugsað, at eingin kundi fáa stólpar Oyrnaporturs at riða og líka lítið hjarta Gamla Orms at nøtra. Næstur honum varð dripin ein liðstjóri, sum æt Tryggur. Hann plagdi at siga, at hinir blindu og lamnu vóru førir fyri at verja portur staðarins móti heri Immanuels ( Sám. ). Men Sannførari hevði eitt svørð, sum báðar hendur máttu til at reiggja, og við tí kleyv hann høvdið á Tryggum, ta ferðina hann sjálvur fekk trý sár í høvdið. So var eisini ein liðstjóri, sum æt Skrólari, ein ógvuliga vágin knassi. Hann var høvdingi yvir einum óargaflokki, ið kastaði ørvar, brandar og deyða. Men við Eygnaportur gav Vóngóði honum banasár í bróstið. Uppaftur var ein annar, sum æt Kenslumikli. Hann var nú ikki liðstjóri, men var kortini sera ágrýtin at øsa mannasálingar til uppreistur. Ein av hermonnum Torusonar særdi hann í eygað, og hesin hershøvdingi mundi sjálvur dripið hann; men hann var so knappur at flýggja, at hann slapp. Aldri á ævini havi eg kortini sæð Vilja so ræddan; hann var ikki førur fyri at gera, sum hann var vanur. Summir siga eisini, at hann varð særdur í beinið, og at nakrir menn í heri prinsins sóu skilliga, at hann haltaði, táið hann eftirsíðani gekk á múrinum. Eg skal ikki greiniliga siga tykkum nøvnini á øllum hermonnunum, sum fullu í staðnum; teir vóru mangir, sum vórðu meinslaðir, særdir og dripnir. Tí táið teir sóu, at stólpar Oyrnaporturs riðaðu, at Eygnaportur var nærum heilt brotið upp, og at høvuðsmenn teirra vóru falnir, mistu mangir av púkunum mótið. Eisini fullu mangir fyri steinunum, ið av hinum gyltu sleingjum vórðu kastaðir mitt inn í Mannasál. Í staðnum búði ein maður, ið æt Góðhatari; hann var ikki innføddur, men ein av púkunum. Eisini hann fekk banasár í Mannasál, men doyði kortini ikki alt fyri eitt av sárinum. Og Illibirtil hann, sum kom við Gamla Ormi, táið hann gjørdi fyrstu royndina at taka Mannasál eisini hann varð ógvuliga illa særdur, í høvdið; summir siga, at skallin varð brákaður á honum. Og tað havi eg verið varur við, at aldri eftir hetta var hann mentur at gera Mannasál so nógv mein sum áður. Fordómur gamli og Einhvør, teir tóku til rýmingar. Táið slagið var hæsað av, beyð prinsurin, at hitt hvíta flaggið skuldi eina ferð enn verða vundið upp á skansanum Náði, so at tað sást úr staðnum, fyri at vísa, at hann vildi enn vera hinum arma staði náðigur. Gamli Ormur sá hitt hvíta flaggið verða vundið upp aftur; men við tað at hann visti, at hetta varð ikki gjørt fyri hansara, men fyri mannasálinga skuld, upphugsaði hann eini nýggj svikabrøgd: At vita, um Immanuel vildi gevast við kringsetingini og fara avstað, táið hann gav honum lyfti um endurbót. Hann kom tí oman at portrinum eitt kvøldið nakað eftir sólsetur og rópti, at hann vildi hitta Immanuel á máli. Immanuel gekk við tað sama fram at portrinum, og Gamli Ormur segði við hann: ?Við tað at tú við hinum hvíta flagginum vísir, at allur hugur tín er til frið og semju, hugsaði eg, at tað var beint at lata teg vita, at vit eru til reiðar at gera frið við treytum, sum tú kanst geva teg til tols við. Eg veit, at tær líkar gudsótta, og at tú hevur tokka til heilagleika, ja, at hin sanna grundin fyri, at tú ert komin at berjast við Mannasál, er, at tú vilt hava staðin at vera ein heilagan bústað. Nú, lat herlið tíni fara frá staðnum, so skal eg fáa mannasálingar at geva seg undir teg! Fyrst skal eg geva uppat við allari mótstøðu móti tær og gerast umboðsmaður tín; sum eg áður havi verið ímóti tær, skal eg nú vera tænari tín í Mannasál. Og greiniligari at siga: Eg skal fáa mannasálingar at taka teg til harra, og eg veit, at hetta gera teir mangan fegnari, táið teir skilja, at eg eri umboðsmaður tín. Eg skal sýna teimum, hvørjum teir eru farnir skeivir í, og at hetta misbrot forðar teimum lívinum. Eg skal sýna teimum hina heilagu lóg, sum teir mugu geva seg undir hina somu, sum teir hava brotið. Eg skal leggja teimum eina við at betra seg eftir lóg tíni og sýna teimum, at hetta er neyðugt. Haraftrat skal eg fyri at einki skal breka í nøkrum av hesum á egnan kostnað og egna ábyrgd fáa í lag í Mannasál eina tilhoyriliga gudstænastu og uppihalda henni, somuleiðis undirvísing. Sum tekin fyri undirgivni okkara undir tær skulu vit árliga gjalda tær tað, sum tú vilt leggja á okkum og krevja okkum eftir.? Tá svaraði Immanuel honum: ?Á tú, sum fullur ert av sviki, hvussu skákar tú ikki ymsar vegir! Hvør mangan hevur tú ikki skift og aftur umskift teg fyri at vita, um tú kanst ikki framvegis hava vald í Mannasál míni, tóat eg sum greitt er sagt áður eri rætti arvingi staðarins! Mong eru uppskotini, ið tú longu hevur sett fram, og hetta seinasta er ikki vetið mætari enn hini! Og við tað at svikini miseydnaðust tær, táið tú vísti teg svartan sum tú ert so hevur tú nú umbroytt teg til ein eingil ljóssins og ætlar nú at fremja fals títt við at gerast tænari rættvísinnar! ( Kor. ). Men tað skalt tú vita, Gamli Ormur, at ongum uppskoti frá tær verður lurtað eftir! Tí tú gert einki uttan svik. Tú hevur hvørki samvitsku fyri Gudi ella kærleika til Mannasál; hvaðani skuldi tá alt, ið tú sigur, verið runnið út uttan úr syndafullum falsi og sviki! Tann, ið út av huga sínum vil koma við uppskoti eftir sínum egna tykki teimum til oyðingar, sum trúgva honum hann eigur at verða vrakaður við øllum, ið hann sigur. Men er rættvísi so ovurhonds vøkur í eygum tínum nú, hví var gudoysi tær tá so umvarðandi áður! Men hesi orð segði eg nú bert sum inngang. Nú tosar tú um endurbót, og at tú sjálvur um mær so toknast skalt standa fyri hesi endurbót. Og tó veitst tú fullvæl, at hvussu langt maður so kann vinna í at halda lógina og í rættvísi eftir henni, ger tað ikki mun til at taka burt bannið av Mannasál nei, ikki eitt vet! Tí tann lóg, sum mannasálingar hava brotið, og sum Gud frammanundan hevði sagt um, at brutu teir hana, kom bann yvir teir, tann lóg kann aldri um teir so halda hana bjarga teimum undan banninum. Og nú havi eg einki sagt um, hvussu tann endurbót man roynast, sum skal fara fram í Mannasál, táið Djevulin er vorðin tann, ið skal fáa burt gudloysi! Tú veitst, at alt, tú hevur sagt í hesum máli, er einki uttan svik og fals sum var fyrsta kortið, tú spældi út, og er hitt síðsta við! Mangur kennir teg skjótt, táið tú vísir hógvin; men táið tú skapir teg um og stígur fram hvítur og eins í ljósi tá kennir fáur teg! Men so skalt tú ikki gera við Mannasál mína, Gamli Ormur, tí eg elski Mannasál mína enn! Heldur ikki eri eg komin at fyriskriva mannasálingum verk, sum teir skulu liva við; gjørdi eg tað, var eg tær líkur. Nei, eg eri komin, fyri at teir við mær og við tí, sum eg havi gjørt og skal gera fyri Mannasál, skulu verða sáttir við faðir mín, tóat teir við synd síni hava vakt upp vreiði hansara, og tóat teir eftir lógini onga náði kunnu fáa. Tú talar um at fáa henda stað at geva seg undir hitt góða slíkt, sum eingin hevur biðið teg um! Faðir mín hevur sent meg, fyri at eg sjálvur skal taka hann til ogn og við vísu hondum mínum gera hann so sambærligan við faðir mín, sum tokkaligt er í eygum hansara. Eg vil tí sjálvur taka staðin og ognast hann; eg skal taka hann av tær og reka teg burt; eg skal reisa upp mítt egna merki mitt ímillum mannasálingar; eg skal eisini stjórna teimum eftir nýggjum lógum, við nýggjum embætismonnum, á nýggjum grundarlagi og eftir nýggjum gøtum. Ja, eg skal bróta henda stað niður og endurreisa hann; hann skal verða, eins og hann hevði aldri verið, og tá skal hann gerast dýrd alheimsins.? Táið Gamli Ormur hoyrdi hetta og skilti, at einki av svikum hansara var dult, stóð hann til skammar og gjørdist heilt ráðaleysur. Men hann hevði í sær eina keldu, haðani rann órættvísi, grimleiki og illskapur móti bæði Alvalda og soni hansara og móti Mannasál; og tí menti hann seg bert til av nýggjum at herja á hin aðalborna Immanuel prins. Vit koma tí at síggja ein bardaga enn, áðrenn Mannasál er tikin. Komið tí við niðan á fjøllini, tit, sum fegin vilja síggja orrustuna fara fram, og síggið, hvussu báðir partar geva hvør øðrum banasár! Annar parturin roynir at verja støðu sína í hinum víðagitna staði Mannasál, og annar roynir at leggja hann undir seg. Táið Gamli Ormur tí var farin frá aftur múrinum til her sín, sum var mitt inni í Mannasál, fór Immanuel eisini aftur í tilhald sítt. Báðir búðu seg nú til hvør á sín hátt at fara í bardaga hvør við annan. Gamli Ormur vildi í vónleysari øði royna ikki at missa hin navngitna stað Mannasál. Hann setti sær tí fyri at gera bæði heri prinsins og mannasálingum alt tað mein, ið hann kundi um hann annars var mentur at gera nakað. Tí verri, tað var ikki eydnu hinna tápuligu mannasálinga, Gamli Ormur stevndi eftir, nei, hann ætlaði at forkoma staðnum heilt og ríva hann á grund sum nú sæst nóg skilliga. Hann beyð tí hershøvdingum sínum, at táið teir sóu, at teir kundu ikki verja staðin longur, skuldu teir gera honum allan tann skaða og alla ta vanlukku, ið teir kundu. Teir skuldu drepa og skræða sundur menn, kvinnur og børn. ?Tí,? segði hann, ?tað er betri, at vit heilt oyða staðin og ganga frá honum í oyðitoftum, enn at vit lata hann eftir okkum slíkan, at hann kann verða Immanuel bústaður!? Men Immanuel visti, at úrslitið av næsta bardaganum fór at verða, at hann gjørdist harri yvir staðnum. Hann gav tí øllum hershøvdingum, yvirmonnum og hermonnum sínum kongligt boð um, at teir máttu fara at sum bardagamenn við Gamla Orm og allar púkarnar, men vera góðir, miskunnsamir og mildir við allar hinar gomlu íbúgvar Mannasálar. ?Gerið tí,? segði hin aðalborni prinsur, ?hini harðastu álopini í slagnum á Gamla Orm og menn hansara!? So kom dagurin. Hermenn prinsins stóðu sum menn, væl vápnaðir, og herjaðu sum sagt er áður harðast á Oyrnaportur og Eygnaportur. Hesa ferð var kenniorðið: ?Mannasál er vunnin!? Teir herjaðu nú á staðin. Gamli Ormur var heldur ikki seinur við høvuðsheri sínum at gera mótálop úr staðnum, og eina løtu stóð miskunnarleysur bardagi millum høgu yvirmenn og hershøvdingar hansara og her prinsins. Men táið prinsurin og aðalbornu hershøvdingar hansara høvdu gjørt trý ella fýra mennilig álop á Oyrnaportur, varð tað brotið upp; lásini og lokurnar, sum tað áður hevði verið so væl stongt við fyri prinsinum, vórðu sorað í mjøl. Tá varð blást í lúðrar prinsins, hershøvdingarnir hevjaðu róp, staðurin ristist, og Gamli Ormur tók seg undan, inn í vígvirki sítt. Og táið nú hermenn prinsins høvdu brotið upp portrið, kom hann sjálvur og reisti hásæti sítt í tí. Eisini setti hann merki sítt har hjá, á ein skansa, sum menn hansara høvdu laðað at seta hinar stóru sleingjurnar á. Hesin skansi varð nevndur Hoyrir Væl. Har hevði prinsurin nú tilhald sítt tætt við inngongd portursins. Hann gav eisini boð, at hinar gyltu sleingjur skuldu við sama lagi verða nýttar móti staðnum, serliga móti kastalinum, við tað at Gamli Ormur var flýddur hagar at fjala seg. Frá Oyrnaportri gekk ein beinur vegur líka at húsi hansara, sum hevði verið bókari, áðrenn Gamli Ormur tók staðin. Tætt við hús hansara stóð kastalið, sum nú leingi av Gamla Orms ávum hevði verið eitt ófriðarbøli. Henda veg ruddaðu nú hershøvdingarnir skjótt við at nýta sleingjur sínar, so at leiðin lá greið inn í miðju staðarins. Síðani beyð prinsurin, at Torusonur, Sannførari og Dómur skuldu alt fyri eitt halda avstað niðan í staðin at húsinum, har Samvitandi búði. Sum rættir bardagamenn gingu nú hershøvdingarnir inn í Mannasál við blaktrandi fløggum; teir komu niðan at húsum bókarans; hesi hús vóru nærum líka væl víggird sum kastalið. Múrbrótarar høvdu teir við til at seta móti kastalisportrunum. Táið teir komu at húsum Samvitanda, bankaðu teir uppá og kravdu, at teimum skuldi verða latið upp. Men hesin gamli, sum enn ikki rættiliga skilti ætlan teirra, helt portur síni stongd, alla tíðina meðan hesin bardagi stóð. Torusonur rópti, at upp skuldi verða latið, og við tað at eingin svaraði, gav hann portrinum eitt slag við høvdi múrbrótarans. Hetta loypti skjálvta á hin gamla og fekk hús hansara at rista og skakast. Nú kom bókarin oman at portrinum og spurdi, hvør ið var har; men hann fekk illa tosað, sum varrar hansara pipraðust. Torusonur svaraði: ?Vit eru hershøvdingar og yvirmenn hins stóra Alvalda og signaða sonar hansara, Immanuels, og vit vilja hava hús tíni; tí hin aðalborni prinsur okkara skal nýta tey!? Og nú varð portrið skakað við uppaftur einum slagi av múrbrótaranum. Hetta loypti enn meiri fjáltur á Samvitanda; tó tordi hann ikki annað enn at lata upp portrið, og nú gekk kongsvaldið inn, nevniliga hinir tríggir djørvu hershøvdingar, ið áður eru nevndir. Hús Samvitanda var eitt stað, sum kundi vera Immanuel til ógvuliga góða nýtslu, ikki bert tí tey stóðu nær við kastalið og vóru sterk, men eisini tí tey vóru stór og stóðu beint yvir av, har Garmli Ormur nú hevði bøli og skýli sítt, sum hann ikki tordi at fara úr. Hershøvdingarnir søgdu als einki fyri Samvitanda; hann visti einki enn um hina stóru ætlan Immanuels. Hann dugdi tí einki at ætla um alt tað, sum fram fór, ella um, hvør endin mundi fara at verða eftir hesa torulíku byrjan. Tað frættist eisini alt fyri eitt um staðin, at hús Samvitanda var tikið, at stovur hansara vóru í nýtslu, og borg hansara gjørd til aðalstøð herstjóranna. Hesi tíðindi loyptu mikla ræðslu á fólk, sum tey gingu frá manni til mans, og tit vita, hvussu er við einum kavablaki tað minkar ikki við at verða rullað. Og so var við hesum tíðindum; skjótt frættist um allan staðin, at menn høvdu einki at vænta sær frá prinsinum uttan oyðing. Grundin fyri hesum var, at Samvitandi var ræddur og nøtraði, og hershøvdingarnir hildu alt loynt fyri honum. Mangir komu tí at síggja; men táið teir við egnum eygum sóu hershøvdingarnar í høllini, og at múrbrótarar bardu á kastalisportrini fyri at bróta tey, sóu teir, at grund var fyri at ræðast, og allir stóðu ovfarnir. Og, sum eg segði, maðurin, í húsinum búði, gjørdi teir enn óttafullari; tí kom onkur til hansara og tosaði við hann, fekst hann einki annað at siga, og vildi hann einki annað hoyra, enn tað, at mannasálingar høvdu deyða og undirgang at vænta sær. ?Tí? segði Samvitandi ?tit eru varir við, at vit allir eru svíkjarar móti hinum einaferð so vanvirda, men nú víðagitna sigurharra og dýrmæta Immanuel prinsi. Og nú hevur hann, sum tit síggja, ikki bert kringsett okkum, og tað til lítar, men eisini brotið sær leið inn um portur okkara. Haraftrat flýggjar Gamli Ormur fyri honum, og tit síggja, hann hevur gjørt hús míni til hermannastøð móti kastalinum, har Gamli Ormur nú er. Eg havi fyri mín part syndað ógvuliga, og tann, ið reinur er væl er hann staddur! Men, sum eg sigi, eg havi gjørt mikið misbrot við at halda meg kvirran, táið eg átti at talað, og við at reingja rættin, táið eg átti at framt hann. Víst eg havi liðið nakað fyri hond Gamla Orms, táið eg havi vart lógir Alvalda kongs; men tí verri, tað batar mær lítið! Kann tað bøta fyri uppreisturin og svikini, eg havi gjørt og uttan mótsøgn tolt í Mannasál! Á, eg nøtri við at hugsa um, hvør endin verður, táið byrjanin er so ræðulig og full av vreiði!? Meðan nú hesir djørvu hershøvdingar soleiðis høvdu nóg mikið at gera í húsi hins gamla bókara, hevði Revsari líka nógv at takast við aðrar staðir í Mannasál; hann tryggjaði sær gøturnar og múrarnar, ið fyri aftan vóru. Vilji varð sáran jagstraður av honum; ikki var eitt horn, har hann fekk frið fyri Revsara, sum elti hann so, at hann rak allar menn hansara frá honum. Vilji hevði verið glaður, um hann kundi stungið høvdið inn í okkurt hol undan Revsara. Hesin veldigi kappi høgdi eisini niður tríggjar yvirmenn Vilja; ein teirra var Fordómur gamli; hann fekk skallan soraðan í bardaganum. Henda mann hevði Vilji sett til vaktara á Oyrnaportri; men hann fall fyri hond Revsara. Ein annar var Tómleikafúsi Allsannartreki; eisini hann var ein yvirmaður hjá Vilja og ráddi yvir goturstykkjunum báðum, ið einaferð vóru sett uppi yvir Oyrnaportri. Men eisini hann fall fyri hond Revsara. Umframt hesar báðar var enn ein triði yvirmaður; Svíkjari æt hann og var eitt illmenni, men ein, sum Vilji hevði nógv álit á. Eisini hann høgdi hesin sami Revsari niður saman við hinum. Hann gjørdi eisini ógvuligt mannafall millum hermenn Vilja; mangan drap hann, sum var bæði prúður og raskur, og særdi nógvar, sum vóru fúsir ørindasveinar Gamla Orms. Men hesir vóru allir púkar; einki mein varð gjørt nøkrum innføddum mannasálingi. Eisini hinir hershøvdingarnir útintu manndómsbrøgd í bardaganum. Við Eygnaportur til dømis, har Vóngóði og Kærleiki bardust, varð mikið mannafall. Vóngóði drap við sínum egnu hondum ein hershøvdinga, sum æt Blindaði, og sum var vaktari við hetta portur. Hesin sami Blindaði hevði undir sær túsund mans; tað vóru teir, ið bardust við gøssum; men Vóngóði elti teir, drap mangar og særdi enn fleiri, og teir, ið eftir vóru av teimum, fjaldu seg í avkrókum. Við hetta portur hevði eisini Illibirtil støðu hann hava tit hoyrt um áður. Hann var gamul maður við síðum skeggi; tað rakk honum líka niður á miðju. Hann var røðari Gamla Orms og voldi miklan skaða í Mannasál. Men nú feldi Vóngóði hann. Og hvat skal eg annars siga? Púkarnir lógu á hesum døgum deyðir á hvørjum horni; men ov mangir vóru kortini á lívi enn í Mannasál. Nú hildu teir fund ein dag, Samvitandi gamli og Vitigi og harumframt nakrir aðrir av mætastu monnum staðarins, slíkir, sum vistu, at teir vóru noyddir at standa og falla við Mannasál. Táið teir høvdu ráðlagt, samtyktu teir einmælt at skriva bønarbræv og senda Immanuel tað, nú hann sat í portri Mannasálar. Teir settu so saman hetta bønarbræv til hansara; innihaldið var hetta: Teir, hinir gomlu íbúgvar hins nú so neyðstadda staðar Mannasálar, játtaðu synd sína og syrgdu um, at teir høvdu gjørt brot móti hansara hátign prinsinum, men bóðu hann um ikki at verða dripnir. Hann svaraði als einki á hetta bønarbræv, og hetta loypti enn meiri ræðslu á teir. Alla hesa tíð nýttu hershøvdingarnir, sum vóru í húsi Samvitanda, múrbrótararnar móti kastalisportrunum fyri at bróta tey. Eftir at teir høvdu arbeitt og stríðst eina tíð, varð tað portrið, sum bar navnið Óinnumkomandi, brotið upp, ja, sorað sundur, og nú lá leiðin opin, inn hagar sum Gamli Ormur hevði fjalt seg. Boð vórðu tá send oman til Oyrnaportur, har Immanuel enn var, at lata hann vita, at vegur var opin inn um portrini á kastali Mannasálar. Og tann hornblástur, ið tá var at hoyra um alt tilhald prinsins! Tí nú fór at verða skjótur endi á bardaganum, nú fór skjótt Mannasál at verða loyst úr trældómi! Tá reistist prinsurin og fór avstað. Við sær tók hann teir av hermonnum sínum, sum best dugdu til slíka ferð. Teir gingu nú gøtuna niðan at húsum Samvitanda gamla. Prinsurin var í herklæðum av gulli, nú hann gekk niðan gjøgnum staðin, og merki hansara varð borið fyri honum. Men hann var reiðiliga svinnur, alla tíðina sum hann gekk, og fólkið kundi tí ikki av útsjónd hansara ætla, um tað hevði gott ella ilt at vænta sær. Sum hann nú kom gangandi gøtuna niðan, komu mannasálingar út í hvørjar dyr at síggja, og ikki kundi annað vera, enn at hann vann teir við persóni sínum og dýrd síni. Tó undraðust teir á, at hann vísti seg so ókunnigan; tí enn talaði hann meiri til teirra við gerðum og verkum sínum enn við orðum ella smíli. Men neyðar mannasálingar! Teir gjørdu, sum øll hava lyndi at gera í slíkum førum: Teir útløgdu atferð Immanuels, eins og brøður Jósefs útløgdu atferð hansara á allan hátt skeivt. ?Tí,? hugsaðu teir, ?um Immanuel elskaði okkum, hevði hann sýnt okkum tað við orðum ella verki; men hann ger hvørki hetta; hann man tí hata okkum. Og hatar Immanuel okkum, so má Mannasál lata lív, so verður Mannasál gjørd til ein skarndunga!? Tí teir vistu, at teir høvdu brotið lóg faðirs hansara og verið í parti við Gamla Ormi, fígginda hansara, móti honum. Teir vistu eisini, at hetta alt kendi Immanuel prinsur væl; tí teir vóru sannførdir um, at hann var eins og eingil Guds, at hann visti alt tað, sum á jørðini verður gjørt ( Sám. ). Og hetta voldi, at teir hildu støðu sína vera vónleysa og væntaðu, at hin góði prinsur fór at leggja teir í oyði. ?Og,? hugsaðu teir, ?nær kann bera so væl til at gera hetta sum nú, ið hann hevur teymar Mannasálar í hondini!? Men tað legði eg serliga til merkis, at hóast alt hetta kundu mannasálingar, nú teir sóu hann ganga gjøgnum staðin, ikki annað enn krúpa fyri honum, níga og boyggja seg, ja, teir vóru til reiðar at sleikja dustið undan fótum hansara. Teir ynsktu eisini túsund ferðir eftir, at hann skuldi vilja gerast kongur og høvdingi teirra og taka teir undir vernd sína. Eisini tosaðu teir hvør við annan um, hvussu vakur hann var, og hvussu mangan hægri hann stóð í dýrd og virði enn hinir stóru í heiminum. Men, neyðardýr teirra, hugsanir teirra skiftu og gingu úr einum óførinum í annað, ja, tær lupu so higar og hagar, at Mannasál var eins og hornaklingra, ið stiklar, og sum fon, ið fýkur fyri vindinum. Táið nú Immanuel var komin at kastalisportrinum, beyð hann, at Gamli Ormur skuldi koma út og geva seg honum í hendur. Men, á, sum ódýrinum dámdi illa at lata síggja seg! Sum hann aftraði seg! Sum hann nøtraði! Sum hann sleiskaði! Men út til prinsin kom hann. Eftir boði Immanuels tóku teir nú Gamla Orm og bundu hann væl við leinkjum fyri tess tryggari at hava hann í varðhaldi til dómin, ið hann ætlaði honum. Men Gamli Ormur reistist og bønaði Immanuel, ikki at koyra seg í avgrundina (Luk. ), men loyva sær í friði at fara úr Mannasál. Táið nú Immanuel hevði tikið hann og bundið hann við leinkjum, leiddi hann hann oman á torgið. Har læt hann hann fyri eygum mannasálinga úr herklæðunum, hann áður hevði hugmóðað sær so av. Hetta var eitt sigursrós Immanuels yvir fígginda hansara (Kol. ). Meðan risin varð latin úr, varð alla tíðina blást hart í lúðrar hins gylta prins, hershøvdingarnir lótu hoyrast fagnaðarróp, og hermenninir sungu av gleði. Síðani vórðu mannasálingar kallaðir út at síggja byrjanina av sigursrósi Immanuels yvir honum, sum teir høvdu havt slíkt álit á, og sum teir høvdu róst sær so nógv av, teir dagar táið hann helt teimum uppi við sleiski sínum. Táið prinsurin á henda hátt hevði latið Gamla Orm naknan fyri eygum mannasálinga og yvirmanna sína, beyð hann harnæst, at hann skuldi verða leinkjaður at hjólunum á vagni hansara. Nakað av hervaldi sínum Toruson og Sannførara hershøvdingar læt hann verða eftir at halda vakt við kastalisportrini og verja tey í sín stað, um nakar, sum higartil hevði fylgt Gamla Ormi, skuldi gjørt eina roynd at taka tey. Sjálvur ók hann í sigursrósi yvir Gamla Ormi gjøgnum allan staðin, síðani fram við portrinum, ið nevnt var Eygnaportur, og út um tað, út á slættan, har tilhald hansara var. Men tit, sum ikki vóru hjástødd har, eins og eg var, kunnu ómøguliga hugsa tykkum tey gleðiróp, ið vóru í tilhaldi Immanuels, táið teir sóu, at aðalborni prinsur teirra hevði við hondum sínum bundið kúgaran og tjóðrað hann við vagnhjól síni. Teir søgdu: ?Hann hevur leitt fangarnar burt fjøtraðar, hann hevur lagt í oyði harradømi og vøld! Gamli Ormur er sigraður við mátti svørðs hansara og vorðin øllum til spott!? Eisini hinir sjálvbodnu og teir, sum vóru komnir oman at síggja bardagan, róptu hart og fegnaðust. Teir sungu vøkur løg, sum fingu teir, ið búgva á hinum hægstu støðum, at lata upp vindeyguni og rætta út høvdið at vita, hvør grundin var fyri slíkum fagnaði. Og mannasálingar, allir, ið sóu hesa sjón, vistu nærum ikki, um teir vóru í Himli ella á jørð, meðan teir hugdu at. Víst kundi vera ivasamt, hvussu úrslitið av øllum hesum fór at verða fyri teir; men alt fór fram á slíkan frálíkan hátt, at tað tyktist eg dugi ikki at siga, hvussu at fáa allan staðin at læa. Eygu teirra, høvur teirra, hjørtu teirra, hugur teirra, ja, alt, sum í teimum var, varð fult av undran við at síggja, hvussu Immanuel skipaði fyri øllum. Táið nú hin djarvi prinsur hevði útint henda part av sigursrósi sínum yvir Gamla Ormi, fígginda sínum, slepti hann honum í vanæru og skomm hansara og álegði honum, at hann mátti aldri aftur leggja Mannasál undir seg. Hann fór tá frá Immanuel og út úr tilhaldinum til arv sín, sum var hini avsvidnu støð og oyðimarkirnar og saltlandið; har leitaði hann eftir hvílu, men onga hann fann (Matt. ). Torusonur og Sannførari vóru báðir ógvuligir tignarmenn; andlit teirra vóru lík andlitum ljóna ( Krøn. ), og málið í teimum var sum dunið frá havinum. Teir høvdu enn tilhald heima hjá Samvitanda bókara, sum talað er um áður. Táið nú hin høgi og veldigi prinsur hevði útint so mikið av sigursrósi sínum yvir Gamla Ormi, høvdu mannasálingar betri høvi at síggja og skoða tað, sum hesir hábornu hershøvdingar avrikaðu. Men teir fóru so harðliga at og loyptu slíka ræðslu við øllum, teir gjørdu og tit skulu ikki ivast um, at teir høvdu persónliga fingið boð um at fara so at at teir hildu øllum íbúgvunum støðugt í hjartasorg og fingu teir so tyktist tað at ganga í iva um, hvussu Mannasál mundi fara at gangast á komandi tíð. Langa tíð visti tí fólkið einki um nakran lætta og frið at siga, ei heldur hvílu og vón. Prinsurin búði heldur ikki enn í Mannasál, men í kongliga bústaði sínum í tilhaldinum millum hermenn faðirs síns. Á hóskandi tíð sendi hann Torusyni eini serlig boð um at stevna øllum mannasálingum saman í kastalisgarðinum. Har skuldu teir so, fyri eygum íbúgvanna, taka Vitiga, Samvitanda og hin merkismannin Vilja, seta teir í fangahús og halda væl vakt yvir teimum har, inntil teir fingu at vita, hvat hann síðani ætlaði at gera við teir. Táið hershøvdingarnir gjørdu eftir hesum boðum, tók óttin enn meiri til í Mannasál; tí fólkið hugsaði, at nú gekk, sum teir høvdu ræðst fyri: Mannasál fór at verða løgd í oyði. Tað, sum mest loypti ótta á teir, var at hugsa um, hvønn deyða teir mundu fara at fáa, um teir mundu fara at verða píndir leingi fyrst. Ja, teir stúrdu fyri, at Immanuel fór at geva boð um at stoyta teimum øllum í avgrundina, hagar Gamli Ormur, høvdingin, hevði ræðst so fyri at verða koyrdur; og teir vistu, at teir høvdu tað uppiborið. Men eisini tykti teimum ógvuliga nógv fyri at lata lív fyri svørði, opinlýst vanærdir, so allur staðurin sá, og tað fyri hond hansara, sum var so góður og heilagur prinsur. partur Mannasálingar kendu eisini miklan stúrsil fyri monnunum, sum settir vóru í fangahús; tí hesir menn høvdu verið stuðlar og leiðbeinarar teirra, og teir hugsaðu sum so, at vórðu teir avrættaðir, mundi hetta fara at verða byrjanin til undirgang staðarins. Teir tóku tí til ráða at seta saman bønarbræv saman við monnunum, ið fastir sótu til prinsin. Ein maður, ið æt Lívsfegni, varð sendur til Immanuel við hesum bønarbrævi. Hann fór nú avstað og kom til bústað prinsins og flýddi honum brævið. Innihald tess var hetta: ?Stóri og undurfulli harri, sigurharri Gamla Orms, tú, sum hevur tikið Mannasál! Vit, neyðar íbúgvar hins vanlukkuliga staðar, biðja eyðmjúkt um at finna náði fyri eygum tínum. Minst ikki hini fyrru misbrot okkara, ei heldur tað, sum yvirmenn okkara hava syndað, men eir okkum eftir miklu miskunn tíni, og lat okkum ikki doyggja, men liva fyri ásjón tíni! So skulu vit fegnir verða tænarar tínir og sanka okkum føði undir borði tínum, um tær so líkar. Amen.? Maðurin við bønarbrævinum fór nú avstað til prinsin, sum sagt er, og prinsurin tók við brævinum frá honum, men læt hann síðani fara avstað aftur við ongum svari. Henda tøgn loypti angist á mannasálingar; men við tað at teir hildu seg skilja, at nú var annaðhvørt at biðja um náði ella lata lív annað úrslit sóu teir einki útlit at vera til so hildu teir ráð av nýggjum og sendu nýtt bønarbræv; tað var stílað sum hitt fyrra og hevði nakað sama innihald. Men nú bønarbrævið var skrivað hvønn skuldu teir senda við tí? Tað var næsti spurningurin. Hin, sum verið hevði við hinum fyrra brævinum, vildu teir ikki senda; tí teir vóru ræddir fyri, at atburður hansara kundi hava verið slíkur, at prinsurin hevði tikið sær ilt av honum. Teir royndu nú at at fáa Sannførara hershøvdinga at fara við tí; men hann svaraði, at hann tordi hvørki at bera prinsinum bønarbræv frá svíkjarum ella at vera talsmaður fyri uppreistrarmenn. ?Men oman á alt,? segði hann, ?prinsur okkara er góður, og tit kunnu gera eina roynd og senda ein av staðarins egnu íbúgvum við tí; men hann má hava tog bundið um høvdið, táið hann fer, og hann má einki biðja um uttan náði!? Nú, vegna ótta drálaðu teir sum longst og longur, enn væl var; men endin varð, at teir hildu vera vanda við at drála longur og hugsaðu tí, men ógvuliga hjartkiptir, at teir skuldu senda Vaktan Longsil við bønarbrævinum. Teir sendu tí boð eftir honum; hann búði í eini armóðsligari kroysu í Mannasál. Hann kom, táið grannarnir sendu honum boð. Teir søgdu honum, hvat teir høvdu gjørt, og hvat teir ætlaðu at gera viðvíkjandi bønarbrøvum, og bóðu hann um at fara til prinsin við hesum seinna brævinum. Nú segði Vaktur Longsil: ?Hví skuldi eg ikki gjørt alt, eg eri mentur, at bjargað so navngitnum staði sum Mannasál frá undirgangi, veri hann síðani uppiborin!? Teir flýddu honum tí bønarbrævið, løgdu honum lag á, hvussu hann skuldi málbera seg við prinsin og ynsktu tíggju túsund ferðir, at honum skuldi gangast væl. Hann kom tá til tjald prinsins og bað fyrst um loyvi at tala við hansara hátign. Hesi boð hansara vórðu borin Immanuel prinsi, sum kom út til hansara. Táið Vaktur Longsil sá prinsin, kastaði hann seg slættan fram eftir rommum og rópti: ?Hevði bert Mannasál livað fyri ásjón tíni!? ( Mós. ). Síðani flýddi hann honum bønarbrævið. Táið prinsurin hevði lisið tað, vendi hann sær burtur og græt eina løtu. Men so vann hann á sær sjálvum, vendi sær aftur til mannin, sum við sama lagi lá grátandi fyri fótum hansara, og segði við hann: ?Far, haðani tú ert komin! Eg skal hugsa um áheitan tína.? Tit kunnu nú ivaleyst ætla skuldarkensluna, ið nívdi á mannasálingar, sum sent hann høvdu, og ótta teirra fyri, at bønarbræv teirra fór ikki at verða fagnað. Teir stardu tráandi, og nógv gekk innan í teimum, eisini meðan teir bíðaðu eftir at fáa at vita, hvørt svar teir fingu á bønarbræv sítt. Endin varð, at teir sóu sendimannin koma aftur. Fyrsta sum hann var komin, spurdu teir hann, hvussu honum hevði gingist, hvat Immanuel hevði sagt, og hvat ið var vorðið av bønarbrævi teirra. Men hann svaraði, at hann vildi einki siga um tað, fyrrenn hann kom í fangahúsið og hitti Vitiga borgarstjóra, Vilja og Samvitanda bókara. Hann helt tí áfram til fangahúsið, har menn Mannasálar sótu bundnir. Men, á tann mannamúgva, ið aftan á honum rann at hoyra tað, sum hesin sendimaður hevði at siga frá! Táið hann tá var komin hagar og steig fram í portri fangahússins, varð Vitigi so bleikur sum eitt lík, og Samvitandi fór upp at ristast. Men so spurdu teir: ?Nú, góði tú, hvat segði hin høgi prinsur við teg?? Vaktur Longsil svaraði: ?Táið eg kom til tjald harra míns, kallaði eg, og hann kom út. Eg kastaði meg tá fyri føtur hansara og flýddi honum bønarbrævið; tí hann var so veldigur á at líta, og ásjón hansara lýsti av slíkari dýrd, at eg var ikki mentur at standa. Táið eg flýddi honum brævið, rópti eg: ?Hevði bert Mannasál livað fyri ásjón tíni!? Hann las eitt sindur í tí og vendi sær so burtur. Síðani segði hann við meg, tænara sín: ?Far leið tína, haðani tú ert komin! Eg skal hugsa um áheitan tína.?? Og sendimaðurin legði aftrat: ?Prinsurin, ið tit sendu meg til, hevur slíkan fagurleika og slíka dýrd, at ein og hvør, sum sær hann, má bæði elska hann og óttast hann. Eg, ið hvussu er, kann ikki annað. Men hvussu úrslitið verður av hesum, veit eg ikki.? Av hesum svari vórðu teir allir illa við, bæði teir, í fangahúsinum sótu, og teir, sum høvdu fylgt við sendimanninum hagar at frætta tíðindi. Og teir skiltu ikki orð prinsins, vistu ei heldur, hvussu tey skuldu verða útløgd. Táið nú mannamúgvan var farin avstað aftur frá fangahúsinum, byrjaðu fangarnir sínámillum at tosa um orð Immanuels. Vitigi borgarstjóri segði, at hetta svar boðaði ongum illum frá; men Vilji helt, at tað gjørdi tað júst, og Samvitandi segði, at tað var ein deyðans boðskapur. Teir, sum vóru farnir avstað, og teir, sum stóðu nakað burturfrá, hoyrdu jú ikki tað, sum fangarnir søgdu; men hesin hevði tó hoyrt teir siga so, og hasin so. Summir høvdu hoyrt tað, sum sendimaðurin hevði sagt, og summir tað, sum fangarnir hildu um boðskap hansara. Eingin hevði tí beinan skilning av viðurskiftunum. Men ikki duga tit at hugsa tykkum ta gølu, ið stóðst av, og úrstandin, í Mannasál var nú. Tí teir, ið hoyrt høvdu tað, sum sagt varð, runnu í løtuni um staðin, og ein rópti eitt, ein annar beint tvørturímóti, og kortini hildu báðir seg vera vísar í, at teir søgdu satt; tí teir søgdu seg við egnum oyrum hava hoyrt tað, sum sagt varð, og frásøgn teirra kundi tí ikki vera rong. Ein segði: ?Vit verða allir at lata lív!? Ein annar: ?Vit verða allir bjargaðir!? Hin triði segði, at prinsurin legði líka í Mannasál, og hin fjórði, at fangarnir fóru nú alt fyri eitt at verða dripnir. Og, sum eg segði, ein og hvør segði sína frásøgn vera hina beinu, og at allir hinir bóru rong boð. Mannasál hevði tí trupulleika oman á trupulleika, og eingin visti, hvar hann skuldi finna fóti sínum hvíld. Tí nú kom ein gangandi framvið, og táið hann tá hoyrdi granna sín siga frá viðurskiftunum, gratt ikki, at hetta var beint tvørtur ímóti hansara egnu frásøgn, og kortini stóðu báðir fast á, at teir søgdu, sum var. Ja, summir bóru tíðindini á tann hátt, at prinsurin ætlaði at oyða Mannasál við svørði. Og nú tók at dimma, og neyðar Mannasál sat tí í daprari óvissu alla hesa nátt líka til morguns. Men ikki kundi eg fáa aðra uppfatan, hvussu eg so spurdi, enn at øll henda gøla stóðst av orðum Samvitanda, táið hann segði teimum, at hann helt svar prinsins boða frá deyða. Hetta var tað, sum eins og setti eld á staðin og loypti ræðslu á íbúgvarnar. Tí mannasálingar vóru frá fyrndini vanir at halda Samvitanda vera profet; eingin røðari varð betur trúgvin enn hann. Soleiðis var nú Mannasál sær sjálvari ein ræðsla. Nú byrjaðu mannasálingar at sanna, hvat úrslitið var av harðvunnum uppreistri og lógleysari mótstøðu móti fúrsta teirra. Sum eg sigi, nú byrjaðu teir at kenna ávøkstin av hesum: Skuldarkensluna og óttan, ið nú vildu køva teir. Serliga vóru hinir mætastu í staðnum illa staddir, bæði av hinum fyrra og hinum seinna, sum eg nevndi. Men eg skal gera stutt av. Táið óttin ikki longur nívdi so dygt á mannasálingar, og eisini fangarnir vóru vorðnir frægari hýrdir aftur, tóku teir eitt sindur av móti í seg og gjørdu av at senda prinsinum enn eitt bønarbræv um at tiggja lív. Teir settu tí saman triðja brævið; innihald tess var hetta: ?Immanuel hin stóri, prinsur, harri alra heima, fúrsti miskunnar! Vit, íbúgvarnir í hinum arma, vesala, ússaliga, doyggjandi (Op. ) staði tínum, Mannasál, játta fyri tíni stóru, dýrligu hátign, at vit hava syndað móti faðir tínum og tær, so at hesin staður hevur ikki uppiborið at eita Mannasál tín longur, men heldur at verða kastaður í avgrundina. Um tú vilt drepa okkum vit hava tað uppiborið. Um tú vilt døma okkum niður í djúpið vit fáa ikki sagt annað, enn at tú ert rættvísur. Vit kunnu einki siga, hvat tú so gert, og hvussu tú so letur lut okkara verða. Men, á, lat náði ráða, og lat hana røkka til okkara! Á, lat miskunn koma yvir okkum, og bjarga okkum frá misbrotum okkara! So skulu vit syngja um miskunn tína og dóm tín. Amen.? Táið hetta bønarbræv var skrivað, gjørdu teir av, at tað eins og hitt fyrra skuldi verða sent prinsinum. Men hvør skuldi fara við tí? Tað var spurningurin. Summir søgdu: ?Latið hann fara við tí, sum bar hitt fyrra!? Men aðrir hildu ikki vera beint at senda hann, við tað at honum hevði ikki gingist so væl. Nú búði í staðnum ein gamal maður, ið æt Skikkiligi. Hann æt nú víst so; men lyndi hansara samsvaraði als ikki við navnið. Nú, summir høvdu hug at senda hann; men Samvitandi vildi á ongan hátt samtykkja í hesum. ?Tí,? segði hann, ?tað er náði, okkum tørvar nú, og tað er náði, vit biðja um. At senda bønarbræv okkara við einum manni, sum ber hetta navn, tykist tí at mótmæla sjálvum innihaldi brævsins. Skulu vit velja Skikkiliga til sendimann okkara, táið bønarbræv okkara er eitt róp um náði!? ?Og haraftrat? segði hin gamli edilingurin ?fer nú prinsur, táið hann flýggjar honum brævið, at spyrja, hvussu hann eitur og hvør veit, um hann ger ikki tað! og hann tá svarar: ?Skikkiligi gamli?, hvat halda tit, Immanuel sigur, uttan hetta: ?Eg meini tað! So Skikkiligi gamli er á lívi enn í Mannasál! Íðan! So bjargi meðan Skikkiligi gamli tykkum úr neyðini!? Og sigur hann so, tá er úti við okkum, tað veit eg! Nei, ikki kunnu túsund Skikkiligu gomlu bjarga Mannasál!? Táið Samvitandi á henda hátt hevði sett fram grundir sínar fyri, at Skikkiligi gamli átti ikki at fara við hesum bønarbrævi til Immanuel, tóku eisini hinir fangarnir og teir mætastu í Mannasál undir við honum, og Skikkiligi varð vrakaður. Teir komu nú ásamt um at senda Vaktan Longsil hesa ferð við. Boð vórðu tí send eftir honum, og teir bóðu hann eina ferð enn fara við bønarbrævi sínum til prinsin. Hetta segði hann við tað sama ja til. Men teir bóðu hann geva væl gætur, at hann í ongum føri við orðum ella atferð loypti ilt í prinsin. ?Tí gert tú tað,? søgdu teir, ?vita vit líka, um tú voldir ikki, at Mannasál verður løgd í oyði með alla!? Men táið Vaktur Longsil nú sá seg noyddan at fara í hesum ørindum, bønaði hann teir at lata ein, ið var nevndur Vátoygdi, koma við sær. Hesin var næsti granni hansara, ein fátækur maður við sundursoraðum anda, men kortini ein, ið dugdi væl at bera fram bønir. Teir játtaðu tí at lata hann fara við honum. Hesir báðir gjørdu seg nú til til sendiferð sína. Vaktur Longsil bant sær tog um høvdið ( Kong. ), og Vátoygdi helt fast saman hendur. Á tann hátt hildu teir avstað til tjald prinsins. Táið teir nú hesa triðju ferðina komu við bønarbrævi, stúrdu teir ikki sørt fyri, at prinsinum fór at leiðast við, at teir komu so ofta. Teir fóru tí, við tað sama sum teir vóru komnir at tjalddurum hansara, at umbera seg, at teir nú uppaftur komu at gera Immanuel ónáðir. Teir søgdu, at teir vóru ikki komnir higar í dag, tí teir høvdu hug at troytta hann, ella tí teimum dámdi so væl at hoyra málið í sær sjálvum, nei, men tað var neyðin, ið dreiv teir at koma til hansara hátign. Teir høvdu hvørki nátt ella dag nakran frið, søgdu teir, tí teir høvdu syndað so móti Alvalda og móti Immanuel, soni hansara. Eisini hugsaðu teir, at kanska Vaktur Longsil hevði ikki borið seg beint at seinast og soleiðis volt, at hansara hátign var vorðin firtin síðani hann var komin aftur frá so miskunnsomum fúrsta óhjálpin og ótroystaður. Táið teir á henda hátt høvdu umborið seg, kastaði Vaktur Longsil seg eins og hina fyrru ferðina fram eftir rommum til jarðar fyri fótum hins mikla prins og segði: ?Hevði bert Mannasál livað fyri ásjón tíni!? Síðani flýddi hann honum bønarbrævið. Prinsurin las brævið og vendi sær so og fór burtur frá eina løtu eins og hina ferðina. So kom hann aftur, hagar Vaktur Longsil enn lá á andliti sínum, og spurdi, hvussu hann æt, og um hann var nógv umhildin maður í Mannasál, síðani hann var valdur úr allari mannfjøldini har at verða sendur eini slík ørindi. Maðurin svaraði prinsinum: ?Á, verð ikki vreiður við meg, harri! Og hví spyrt tú um, hvussu ein slíkur hundur sum eg eiti! Eg bøni teg, leyp hetta um og legg einki í, hvør eg eri! Tí sum tú sera væl veitst, er so ógvuliga stórur munur á mær og tær. Hví menninir í staði mínum valdu meg at fara í hesum ørindum til harra mín, munnu teir best vita sjálvir; men ikki kundi tað vera, tí teir hildu meg standa so væl í eygum harra míns. Eg fyri mín part haldi einki gott um meg sjálvan, og hvør skuldi tá verið góður við meg! Kortini vildi eg tugt lív, og tað vildi eg, at fólkið í staði mínum skuldi við. Og tí bæði teir og eg sjálvur eru sekir í stórum misbrotum, tí hava teir sent meg, og eg eri komin í navni teirra at biðja harra mín um náði. Lat tí toknast tær at boyggja hjartað til miskunn, men spyr ikki eftir, hvørjir tænarar tínir eru!? Prinsurin segði nú: ?Og hvør er hasin, tú hevur til fylgissvein, nú hetta umvarðandi mál skal verða gjørt av?? Vaktur Longsil svaraði Immanuel, at hetta var ein fátækur granni hansara, ein, sum stóð honum ógvuliga nær. ?Og um tín hátign,? segði hann, ?vil loyva mær at siga navn hansara hann eitur Vátoygdi og er ein íbúgvi Mannasálar. Eg veit, at mangur ber hetta navn, sum einki er verdur; men eg vóni, at harri mín tekur mær ikki illa upp, at eg havi tikið henda fátæka granna mín við mær.? Vátoygdi fall nú á andlit sítt til jarðar og umbar seg, at hann hevði fylgt við granna sínum til harra sín. ?Á harri mín!? segði hann; ?eg veit ikki sjálvur, hvat eg eri, ei heldur, um navn mítt er hykl ella sannleiki, serliga táið eg byrji at hugsa um tað, sum onkur hevur sagt mær, at eg varð nevndur so, tí Angur var faðir mín. Góðir menn hava ring børn, og hinir sannhjartaðu fáa mangan synir, ið eru hyklarar. Móðir mín nevndi meg so, meðan eg lá í vøggu; men um tað var, tí heili mín er so bleytur, ella tí hjarta mítt er so bleytt, dugi eg ikki at siga. Eg síggi, at tár míni eru ikki rein, og at óreinska er á botninum, táið eg biði. Men kortini beri eg fram fyri teg ta bøn? og alla tíðina græt Vátoygdi ?at tú ikki vilt minnast okkum misbrotini og ikki vera vreiður, fyri tað at tænarar tínir eru so lítið førir, men í miskunn strika út synd Mannasálar og ikki drála longur at lata náði tína verða dýrmetta.? Prinsurin bað teir nú reisast. Teir so gjørdu og stóðu skelvandi fyri honum. Hann talaði tá hesi orð til teirra: ?Mannasál er sek í ræðuligum uppreistri móti faðir mínum. Íbúgvarnir hava vrakað hann sum kong og sjálvir valt sær til høvdinga ein lygnara, ein myrðmann, ein burtrýmdan træl. Tí hesin Gamli Ormur, kongurin, ið vera skal, hjá tykkum, og sum tit einaferð virdu so nógv, gjørdi uppreistur móti faðir mínum og mær, ja, í høll okkara og høgu hirð haruppi, og ætlaði at gerast fúrsti og kongur. Men ætlan hansara varð rakt við í tíð, og hann varð tikin og fyri illverk síni bundin í leinkjum og settur fastur í avgrundini, hann og teir, sum vóru í hóslagi við honum. Hetta var hann, ið beyð seg fram til tykkara, og tit fagnaðu honum. Við hesum hava tit nú leingi stórliga reitt faðir mín upp og gera tað enn við sama lagi. Tí hevur faðir mín sent móti tykkum ein sterkan her at tvinga tykkum til lýdni aftur. Men tit vita, hvussu hesin herur við hershøvdingum og yvirmonnum hevur verið virdur av tykkum, og hvussu tit hava hagreitt hesar menn. Tit hava veitt teimum í mótstøðu og stongt portur tykkara fyri teimum; tit hava gjørt álop á teir og barst við teir barst fyri Gamla Orm móti teimum. Teir sendu tá boð til faðir mín eftir meiri herfólki, og nú eru eg og menn mínir komnir at noyða tykkum at lúta. Men sum atferð tykkara var við tænararnar, var hon við harra teirra. Tit reistu tykkum móti mær sum fíggindar, tit læstu portur tykkara fyri mær, tit vendu mær deyvt oyra og gjørdu mótstøðu, so leingi sum tit vóru mentir. Men nú havi eg vunnið sigur á tykkum. Róptu tit til mín um náði, so leingi sum tit vónaðu at kunna vinna á mær! Men nú, eg havi tikið staðin, nú rópa tit! Hví róptu tit ikki áður, táið hitt hvíta flaggið, sum boðaði náði mína, hitt reyða flaggið, sum boðaði rættvísi, og hitt svarta flaggið, sum hótti við dómi táið tey vórðu vundin upp fyri at fáa tykkum til tað! Nú eg havi vunnið sigur á Gamla Ormi tykkara, nú koma tit til mín og biðja um náði; men hví hjálptu tit mær ikki móti hinum veldiga! Kortini skal eg hugsa um bønarbræv tykkara, og eg skal svara tykkum á ein hátt, sum tænir mær til dýrd. Farið og sigið við Toruson og Sannførara, at teir skulu í morgin koma við fangunum út til mín í tilhaldið! Og við Dóm og Revsara skulu tit siga: ?Verðið tit í kastalinum, og gevið væl gætur, at friður verður hildin á allan hátt í Mannasál, inntil tit frætta frá mær aftur!?? Táið hann hetta hevði sagt, vendi hann sær frá teimum og fór inn aftur í kongliga tjald sítt. Sendimenninir fóru nú eins og hina fyrru ferðina heim aftur til felagar sínar við hesum svari, sum teir høvdu fingið frá prinsinum. Men áðrenn teir høvdu gingið langt, byrjaðu teir at hugsa við sær sjálvum, at enn ætlaði prinsurin ikki at miskunna Mannasál. Teir fóru nú, hagar fangarnir sótu fastir; men teir vóru so yvirtiknir av stúrsli fyri, hvussu mundi fara at gangast Mannasál, at táið teir komu til teirra, sum sent teir høvdu, vóru teir nóg illa førir fyri at bera boðini, ið teimum var álagt at bera. Men endin varð, at teir komu at portri staðarins. Mannasálingar vóru nú ógvuliga ótolnir eftir, at teir skuldu koma, og ein mannamúgva kom tí ímóti teimum har at hoyra svarið, ið teir høvdu fingið á bønarbrævið. Teir róptu til sendimenninar: ?Hvørji tíðindi vita tit frá prinsi? Hvat segði Immanuel?? Men sendimenninir svaraðu, at teir máttu eins og hina ferðina fara niðan í fangahúsið við boðunum, teir høvdu at bera. Teir hildu tí avstað til fangahúsið við mannamúgvuni í hølunum. Táið teir nú vóru komnir at fangahúsportrinum, søgdu teir fangunum frá fyrra partinum av tí, sum Immanuel hevði sagt, nevniliga orð hansara um ótrúskap teirra móti faðir hansara og honum, og hvussu teir høvdu valt sær Gamla Orm og hildið seg aftrat honum, barst fyri hann, lurtað eftir honum og staðið undir honum, men vanvirt Immanuel og menn hansara. Hetta fekk fangarnar at blikna. Men sendimenninir hildu fram og søgdu: ?Hann, prinsur, legði aftrat, at hann skuldi hugsa um bønarbræv tykkara og svara á ein hátt, sum var honum til dýrd.? Og sum hesi orð vórðu søgd, suffaði Vátoygdi ógvuliga. Av hesum vórðu teir allir sorgarbundnir og vistu ikki, hvat teir skuldu siga; teir vóru eisini so slignir av ræðslu, at tað var at ógvast yvir, ja, deyðaangist stóð skrivað á andlitum teirra. Nú var millum teirra ein merkismaður, sera vitigur, men ikki av fínum fólki; hann var nevndur Kannari gamli. Hesin maður spurdi sendimenninar, um teir nú høvdu sagt frá hvørjum veti, ið Immanuel hevði talað við teir. Nei, nakað var, sum teir høvdu tagt við, svaraðu teir. Tá segði Kannari: ?Var tað ikki tað, eg hugsaði! Men gerið nú so væl og sigið, hvat meir hann talaði!? Eina løtu tagdu teir; men so komu teir út við øllum og søgdu: ?Prinsur bað okkum siga við Toruson og Sannførara, at teir skulu í morgin koma oman til hansara við fangunum, og at Dómur og Revsari skulu hava kastalið og staðin í varðveitslu, inntil teir frætta frá prinsi aftur.? Og teir søgdu teimum eisini, at táið prinsurin hevði givið teimum hetta boð, vendi hann teimum alt fyri eitt bakið og fór inn í kongliga tjald sítt. Men, á, henda frágreiðing, og serliga hetta síðsta, at fangarnir vóru noyddir at fara út í tilhaldið til prinsin, mundi so at siga brotið lendar teirra! Teir skóru í róp, allir sum ein, so tað hoyrdist líka til himmals. Og fangarnir hugsaðu nú einki annað allir tríggir, enn at teir fóru at lata lív. ?Hatta er tað, sum eg havi borið ótta fyri!? segði Samvitandi. Teir ivaðust ikki um, at táið sólin setti kvøldið eftir, vóru teir ikki longur millum teirra, sum livdu. Og allur staðurin helt einki annað vera at vænta, enn at allir mannasálingar, hvør eftir annan, komu at drekka somu skál, áðrenn langt umleið. Henda nátt var teimum tí ein sorgarnátt; teir sótu í sekki og øsku. Og táið tímin kom, at fangarnir skuldu fara og stíga fram fyri prinsin, lótu eisini teir seg í sorgarbúna og bundu sær tog um høvdið. Mannasálingar, allir sum teir vóru, fóru upp á múrin, latnir í sorgarbúna, í teirri vón, at hetta kanska fór at røra prinsin, so hann miskunnaði. Men allir teir, sum so ráðisligir høvdu verið í Mannasál á, sum teir nú stúrdu! Teir runnu í torvum higar og hagar í staðnum, og sum teir runnu, róptu teir á villmannavísi; ein rópti hetta, ein annar hatta, so at allur staðurin var mestsum í einum roki. Nú, tíðin kom, táið fangarnir máttu fara oman í tilhaldið og stíga fram fyri prinsin. Táið teir fóru, gingu teir so: Torusonur gekk undan teimum við vaktarmonnum, aftaná gekk Sannførari, og millum teirra gingu fangarnir, bundnir við leinkjum. Sum eg sigi, tungir í huga gingu fangarnir millum hesar báðar hershøvdingarnar við blaktrandi fløggum teirra. Ella lat meg siga tað greiniligari: Fangarnir gingu allir sorgarbundnir oman; teir bundu tog um seg, slógu seg fyri bróstið og tordu ikki at hyggja upp. Soleiðis fóru teir út um portur Mannasálar og gingu mitt inn í herlið prinsins; stúrsil teirra tók til, táið teir fingu at síggja alla dýrdina har. Teir fingu ikki hildið sær longur, men róptu hart: ?Á neyðar menn, vanlukku menn Mannasálar!? Og hitt syndarliga ljóðið frá leinkjum teirra, sum ringlaðu, blandaði seg við rópini og gjørdi alt enn óhugnaligari. Táið teir komu at durunum á tjaldi prinsins, kastaðu teir seg fram eftir rommum til jarðar. Ein fór nú inn og segði prinsinum, at fangarnir vóru komnir. Tá settist prinsurin í eitt hásæti og læt fangarnar leiða inn. Teir bivaðu fyri honum, táið teir komu, og fjaldu andlit síni av skomm. Og táið teir komu nær, hagar hann sat, kastaðu teir seg til jarðar fyri honum. Prinsurin segði nú við Toruson: ?Sig við fangarnar, at teir skulu reisa seg!? Táið teir so stóðu piprandi fyri honum, segði hann: ?Eru tit menninir, ið áður vóru tænarar Alvalda?? ?Ja, harri, ja!? svaraðu teir. Framvegis segði prinsurin: ?Eru tit menninir, ið lótu hin andstyggiliga Gamla Orm spilla og dálka tykkum?? ?Vit meir enn lótu hann gera tað, harri!? svaraðu teir; ?vit vildu tað so sjálvir.? Prinsurin helt á at seta teimum spurningar: ?Høvdu tit viljað verið trælir undir harðræði hansara alt lív tykkara?? ?Ja, harri, ja!? svaraðu fangarnir; ?tí leiðir hansara vóru holdi okkara til vildar, og ein betri støða var vorðin okkum ókunnig.? ?Og táið eg kom ímóti hesum staði, Mannasál,? segði prinsurin, ?ynsktu tit tá av hjarta, at eg skuldi ikki vunnið sigur á tykkum?? ?Ja, harri, ja!? svaraðu teir. Tá segði prinsurin: ?Og hvørja revsing halda tit, at tit hava uppiborið frá hond míni fyri hesar og aðrar stórar og svárar syndir, tit hava gjørt?? ?Bæði deyðan og avgrundina, harri!? svaraðu teir; ?ikki minni enn tað hava vit uppiborið.? Nú spurdi hann teir, um teir høvdu nakað at seta fram, sum kundi forða, at hesin dómur, teir høvdu játtað seg at hava uppiborið, ikki varð fullførdur á teimum. Teir svaraðu: ?Vit kunnu einki siga, harri! Tú ert rættvísur, tí vit hava syndað.? Tá segði prinsurin: ?Hví hava tit bundið hesi tog um høvd tykkara?? ?Hesi tog,? svaraðu fangarnir, ?eru at binda okkum við, har sum vit skulu líða revsingina um annars ikki toknast tær at náða okkum.? Hann spurdi teir nú framvegis, um allir mannasálingar játtaðu synd sína á sama hátt sum teir. ?Allir hinir innføddu,? svaraðu teir; ?men um púkarnir gera tað, teir, ið komu inn í stað okkara, táið harðstjórin fekk okkum í vald sítt tað vita vit ikki.? Prinsurin beyð nú, at boð skuldi fara eftir einum kallara, sum mitt í tilhaldi Immanuels og um alt tilhaldið skuldi boða við hornblástri, at prinsurin, sonur Alvalda, hevði í navni faðirs síns og honum til dýrdar tikið Mannasál staðin, allan sum hann var og vunnið sigur á honum. Og hann beyð, at fangarnir skuldu fylgja eftir kallaranum og siga amen. Hetta, sum hann beyð, varð nú gjørt. Og við tað sama hoyrdist vakur tónleikur av himli, hershøvdingarnir í tilhaldinum skóru í róp, og hermenninir sungu prinsinum sigurssong; fløggini blaktraðu fyri vindinum, og mikil frøi var allastaðni; bert í hjørtum mannasálinga var enn eingin gleði. Nú sendi prinsurin boð eftir fangunum at koma og standa fyri honum aftur. Teir komu tá og stóðu har skelvandi. Hann segði við teir: ?Syndirnar, misbrotini og illgerðirnar, ið tit og allir mannasálingar alla hesa tíð hava gjørt móti faðir mínum og mær, havi eg vald og boð frá faðir mínum at fyrigeva tykkum, og veiti tí nú fyrigeving.? Táið hann hetta hevði sagt, flýddi hann teimum eitt náðarbræv, sum veitti ríkliga fyrigeving fyri alt; tað var ein skinnrulla, innsiglað við sjey innsiglum. Hann beyð Vitiga, Vilja og Samvitanda at lata kunngera brævið um allan staðin, táið sólin kom undan morgunin eftir. Harumframt læt prinsurin fangarnar úr sorgarbúnanum og gav teimum høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg og lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda (Es. ). Eisini gav hann hesum trimum dýrgripir av gulli og gimsteimum, og hann tók togini av teimum og gav teimum gullketur um hálsin og ringar í oyruni. Táið nú fangarnir hoyrdu náðarorð Immanuels prins og sóu alt, ið gjørt varð við teir, vórðu teir mestsum frá sær sjálvum; tí náðin, góðskan og fyrigevingin vóru so dáttligar, so dýrdligar og so miklar, at teir eins og sløðraðu undir tyngd teirra; ja, Vilji fall beinleiðis í óvit. Men prinsurin fór yvir til hansara, tók ævigu armar ( Mós. ) sínar undir hann, fevndi og kysti hann og bað hann vera hugreystan; tí alt skuldi ganga, sum hann hevði lovað. Eisini báðar felagar Vilja kysti og fevndi hann, smíltist til teirra og segði: ?Hetta við skal vera tykkum tekin fyri kærleika mínum og góðsku og samkenslu míni. Og eg áleggi tær, Samvitandi, at tú kunngert í Mannasál tað, sum tú hevur hoyrt og sæð.? Nú vórðu leinkjurnar støktar sundur fyri eygum teirra og kastaðar langan veg, so teir vóru nú frælsir. Tá fullu teir prinsinum til fóta. Teir kystu føtur hansara og vættu teir við tárum. Eisini skóru teir í eitt ómetaliga hart róp: ?Lovað veri dýrd Harrans av hesum staði!? (Ez. ). Teir fingu nú boð um at reisa seg og fara inn í staðin og boða har tað, sum prinsurin hevði gjørt. Hann beyð eisini, at ein skuldi ganga fyri teimum og blása í floytu og sláa bumbu allan vegin inn í Mannasál. Á henda hátt varð uppfylt tað, sum teir aldri høvdu væntað, og teimum varð veitt tað, sum teir aldri høvdu droymt um. Prinsurin sendi eisini boð eftir hinum aðalborna hershøvdinga Trúgvanda og beyð, at hann og nakrir av høvuðsmonnum hansara skuldu við blaktrandi fløggum ganga fyri hinum mætu monnum Mannasálar inn í staðin. Eisini álegði hann Trúgvanda, at júst um ta tíðina, sum Samvitandi las upp í staðnum náðarbrævið, ið var fyri øll, skuldi hann við blaktrandi fløggum fara inn um Eygnaportur við hinum tíggju túsund monnum sínum. Síðani skuldi hann halda niðan í høvuðsgøtu staðarins og líka at kastalisportrinum og halda kastalinum, inntil harri hansara kom hagar. Framvegis gav hann honum tað boð, at hann skuldi biðja Dóm og Revsara geva sær kastalið upp í hendur, og at teir báðir skuldu fara úr Mannasál og skunda sær aftur í tilhaldið til prinsin. Mannasálingum nýttist tí nú ikki longur at bera ótta fyri hinum fyrstu fýra hershøvdingunum og monnum teirra. Nú, eg segði tykkum frá, hvussu hin aðalborni Immanuel prinsur fagnaði fangunum, eg segði frá atferð teirra hjá honum, og hvussu hann læt teir fara heim aftur við floytublástri og bumbuljóði undan teimum. Og nú kunnu tit ætla, at mannasálingar, sum alla hesa tíð høvdu væntað sær at frætta deyða teirra, høvdu vituliga verið ógvuliga sorgarbundnir og plágaðir av hugsanum, ið stungu eins og tornir. Teir hugsaðu eitt nú og annað tá og vórðu eins og av stormi riknir úr eini óvissuni í aðra, ja, hjørtu teirra vóru eins og ein vekt, ið ikki fær hingið still, av tí at hondin, ið heldur henni, ristist. Men at endanum, táið teir einaferð enn sum so mangan tráandi hugdu út um múr Mannasálar, hildu teir seg síggja menn koma móti staðnum. Og tá fóru teir at hugsa: ?Hvørjir munnu hasir vera, ja, hvørjir munnu teir vera?? Táið nú langt var umliðið, sóu teir, at tað vóru fangarnir. Men lítið kunnu tit ætla, hvussu bilsnir teir vóru, og hvussu teir undraðust, serliga táið teir sóu búnan, teir vóru í, og at teir vórðu sendir heim aftur við slíkum heiðuri. Í svørtum klæðum fóru teir oman í tilhaldið; men teir komu inn aftur í staðin, klæddir í hvítt. Teir høvdu tog bundin um seg, táið teir fóru oman í tilhaldið; men nú teir komu aftur, bóru teir gullketur. Í fótleinkjum fóru teir oman í tilhaldið; men leysir og frælsir komu teir aftur. Og haraftrat teir væntaðu sær at lata lív, táið teir fóru oman í tilhaldið; men við vissu um lív komu teir aftur haðani. Tungir um hjartað fóru teir oman í tilhaldið; men teir komu aftur við floytuspæli og bumbusláttri fyri sær. Við tað sama, sum teir komu at Eygnaportri, vágaðu hinir ørmu, bivandi mannasálingar sær at skera í róp, og hetta fagnaðarróp var so hart, at høvdingarnir í heri prinsins lupu á føtur, táið teir hoyrdu tað. Og hvør kundi lasta mannasálingar fyri hetta, neyðar menn! Vinir teirra, sum deyðir høvdu verið, vóru jú livnaðir upp aftur tí teimum var tað eins og lív av deyða at síggja hinar elstu í Mannasál skína í slíkari dýrd. Teir høvdu einki annað væntað sær enn øksina og stabban; men hygg, har var frøi og fagnaður, troyst og lívgan og slíkur fagur tónleikur, at hann kundi grøða hin sjúka! Táið teir nú komu inn í staðin, heilsaði hvør øðrum, og rópt varð: ?Vælkomnir! Vælkomnir! Signaður veri hann, ið eirdi tykkum!? Og lagt varð aftrat: ?Vit síggja, at tykkum veit væl við; men hvussu fer at verða við Mannasál? Fer lagna staðarins at vera góð?? So varð spurt. Tá svaraðu Samvitandi og Vitigi teimum: ?Á tey tíðindi! Gleðitíðindi! Góð tíðindi um gott, um mikla gleði fyri neyðar Mannasál!? Nú varð uppaftur hevjað eitt slíkt fagnaðarróp, at jørðin gav afturljóð. Síðani varð spurt greiniligari, hvussu teimum hevði gingist í tilhaldinum, og hvørji boð teir høvdu til mannasálingar frá Immanuel. Teir søgdu teimum tí frá øllum, ið fram hevði farið, táið teir vóru í tilhaldinum, og øllum, ið prinsurin hevði gjørt við teir. Hetta fekk mannasálingar at undrast á vísdóm og náði Immanuels prins. Síðani søgdu teir teimum, hvørji boð teir høvdu fingið at bera frá honum til allar mannasálingar. Samvitandi segði frá tí við hesum orðum: ?Náði, náði, náði til Mannasál! Og hetta skal verða staðnum boðað í morgin!? Síðani gav hann boð, og farið varð at stevna mannasálingum saman á torginum dagin eftir, har hitt almenna náðarbrævið skuldi verða lisið upp. Men hvør kann hugsa sær, hvussu hvørt andlit í staðnum varð broytt, umskift og fekk eina aðra útsjónd av at hoyra hesi orð talað! Eingin blundaði í staðnum ta náttina av gleði. Í hvørjum húsi var fagnaður og tónleikur at hoyra, songur og frøi. Einki varð gjørt uttan at siga hvør øðrum frá eydnu Mannasálar. Og hetta var innihaldið av øllum, ið sungið varð: ?Á, meir um hetta, táið sólin rísur í morgin, meir um hetta í morgin!? ?Hvør hugsaði í gjár,? søgdu teir, ?at hesin dagur skuldi verða okkum ein slíkur! Og hvør hugsaði, táið vit sóu fangar okkara fara oman í leinkjum, at teir skuldu koma aftur við gullketum! Ja, hasir, sum dómfeldu seg sjálvar, sum teir gingu oman at verða dømdir av dómara sínum, vórðu úrsektaðir av munni hansara, ikki tí teir vóru sakleysir, men av náði prinsins, og sendir heim aftur við floytublástri og bumbusláttri! Men eru fúrstar vanir at gera so! Eru teir vanir at sýna svíkjarum slíka góðsku! Nei, eingin ger so uttan Alvaldi og Immanuel, sonur hansara!? Nú leið móti morgni, og Vitigi, Vilji og Samvitandi fóru oman á torgið, um ta tíðina sum prinsurin hevði ásett teimum. Mannasálingar bíðaðu teimum har. Teir komu hagar í sama skreytinum, sum prinsurin hevði klætt teir í dagin fyri, og í somu dýrd, sum hann hevði veitt teimum tá; gøturnar lýstu av dýrd teirra. Vitigi, Samvitandi og Vilji fóru nú oman at Munsportri, sum var niðanvert við torgið; tí her høvdu frá fyrndini almennar kunngerðir verðið lisnar. Hagar fóru teir tá í skreytbúna sínum, og sligið varð á bumburnar fyri teimum. Og fólkið var ógvuliga ótolið eftir at fáa alt at frætta, sum teir høvdu at siga. Samvitandi steig nú fram, og táið hann fyrst hevði gjørt tekin við hondini, at tøgn skuldi vera, las hann síðani við harðari rødd upp náðarbrævið. Men táið hann kom til hetta: ?Harrin, Harrin Gud, er miskunnsamur og náðigur; hann fyrigevur órættvísi, misbrot og syndir,? og: ?Allar syndir og spottanir skulu verða teimum fyrigivnar,? o.s.fr., leyp fólkið upp í loft av gleði, tey fingu ikki hildið sær. Tí hetta mugu tit vita, at navn hvørs og eins í Mannasál var nevnt í brævinum, og innsigli tess vóru ógvuliga føgur á at líta. Táið Samvitandi var liðugur at lesa náðarbrævið, runnu mannasálingar upp á múrarnar, og har lupu og sprungu teir av frøi. Sjey ferðir nigu teir, vendir móti tjaldi Immanuels, hevjaðu hørð fagnaðarróp og søgdu: ?Immanuel livi í allar ævir!? Síðani fingu hinir ungu í Mannasál boð um at ringja við klokkunum av gleði. Ringt varð tá við klokkum, fólkið sang, og tónleikur var at hoyra í hvørjum húsi í Mannasál. Táið prinsurin hevði sent hinar tríggjar fangarnar úr Mannasál heim aftur við gleði og við floytuspæli og bumbusláttri, beyð hann øllum hershøvdingum sínum, at teir við øllum høvuðsmonnum og hermonnum í øllum heri hansara skuldu vera til reiðar til framvegis at útinna vilja hansara, tann morgunin sum Samvitandi fór at lesa náðarbrævið upp í Mannasál. Og nú um morgunin, júst sum Samvitandi var liðugur at lesa upp náðarbrævið sum eg havi sagt beyð Immanuel, at blást skuldi verða í øll hornini í tilhaldinum, at fløggini skuldu verða vundin á stong, helvtin av teimum á fjallinum, ið nevnt var Náði, og helvtin á fjallinum, ið æt Rættvísi. Hann beyð eisini, at allir hershøvdingarnir skuldu trína fram í øllum herklæðum sínum, og at hermenninir skuldu hevja fagnaðarróp. Og Trúgvandi hershøvdingi var heldur ikki tigandi slíkan dag, tóat hann var staddur í kastalinum; nei, hann trein fram á taki kastalisins við hornblástri fyri Mannasál og fyri tilhaldi prinsins. Eg havi nú sýnt tykkum háttin, ið Immanuel nýtti, og leiðina, hann gekk, táið hann vann Mannasál aftur undan hond og valdi harðstjórans Gamla Orms. Og táið nú prinsurin hevði fullført hetta, sýnt hesi útvortis tekin fyri gleði síni, beyð hann framvegis hershøvdingum og hermonnum sínum, at teir skuldu halda hervenjingar framman fyri Mannasál. Hetta gjørdu teir eisini við tað sama. Og tað var ikki eiti av raskleika, fimleika, dugnaskapi og reystleika, hesin herur sýndi, og haraftrat, at teir vóru kønir í orrustu. Mannasálingar stóðu hugtiknir og hugdu at. Hermenninir gingu hergongu, aftur og fram; teir sneiddu til høgru og vinstru, teir býttu seg sundur, býttu seg uppaftur sundur, tóku seg saman aftur og vendu sær ymsar vegir; teir fylktu seg við oddaliði og bakliði, høgra vongi og vinstra vongi, og mangar aðrar venjingar sýndu teir, og tað alt í so góðum skili, at øll í Mannasál vóru hugtikin av tí, ja, fullu mestsum í burturrykking, sum tey stóðu og hugdu at. Ja, eg má leggja aftrat, at teir bóru seg so væl í herklæðum sínum og dugdu so væl at nýta vápn síni, at bæði mannasálingar og eg sjálvur undraðust stórliga. Táið hesar hervenjingar vóru lidnar, komu mannasálingar allir sum ein út til prinsin í tilhaldinum at takka honum og lova honum fyri ómetaligu góðsku hansara, og teir bóðu um, at tað skuldi toknast hansara náði at koma inn í Mannasál við monnum sínum og taka bústað har með alla. Hesa bøn bóru teir fram á eyðmjúkasta hátt og nigu sjey ferðir til jarðar fyri honum. Tá segði hann: ?Allur friður veri við tykkum!? Nú kom alt fólkið nær til hansara og nam við endan á gylta sprota hansara, og teir søgdu: ?Á, hevði Immanuel prinsur við hershøvdingum og hermonnum sínum viljað búð í Mannasál með alla, og høvdu múrbrótarar og sleingjur hansara verðið sett upp inni har í tænastu prinsins og Mannasál til hjálpar og styrki! ?Tí? søgdu teir ?vit hava rúm fyri tær, og vit hava rúm fyri monnum tínum; vit hava eisini rúm fyri bardagatólum tínum og rúm til goymslu fyri tað, sum tú hevur í viðføri. Ger hetta, Immanuel, so skalt tú vera kongur og høvdingi Mannasálar í allar ævir! Ja, stjórna tú eisini eftir allari tráan sálar tínar, og set stýrismenn og fúrstar av hershøvdingum og hermonnum tínum at stjórna undir tær! Vit skulu vera tænarar tínir, og lógir tínar skulu vera leiðbeining okkara.? Og hesa áheitan løgdu teir aftrat og bønaðu hansara hátign at geva henni gætur: ?Tú og hershøvdingar tínir mugu ikki rýma avstað aftur frá okkum; tí so doyr neyðar Mannasál, staður tín, oman á alla hesa náði, tú hevur sýnt okkum. Ja, signaði Immanuel okkara, vendir tú okkum bakið, nú tú hevur gjørt so væl við okkum og víst okkum slíka miskunn, hvat verður tá úrslitið, uttan at gleði okkara kemur upp í einki, og fíggindar okkara herja á okkum aðru ferð, enn óðari enn fyrru ferðina! Vit bøna teg tí, á tú, sum eygu okkara hava gleði sína í, tú, sum ert arma staði okkara styrki og lív, fagna hesi áheitan, ið vit nú hava borið fram fyri harra okkara kom og búgv millum okkara, og lat okkum vera fólk títt! Harumframt, harri vit vita ikki, um ikki enn í dag mangir púkar kunnu lúra í Mannasál, og fert tú frá okkum, svíkja teir okkum aftur í hendur Gamla Orms! Og hvør veit um ætlanirnar, svikaráðini og samansvørjingarnar, ið longu kunnu hava farið fram millum teir og hann! Treyðugt vilja vit aftur falla í miskunnarleysu hendur hansara. Lat tí toknast tær at sita sum høvdingi í kastali okkara, og tak við húsum hinna mætastu okkara millum til bústað hermanna tína og til at goyma viðføri teirra í!? Tá svaraði prinsurin: ?Um eg komi í stað tykkara, vilja tit tá loyva mær at veita fíggindum mínum og tykkara ta atsókn, sum eg havi í huga? Ja, og vilja tit styðja meg í hesum?? Teir svaraðu: ?Vit vita ikki, hvat vit skulu gera; vit hugsaðu ikki tað einaferð, at vit skuldu verða slíkir svíkjarar móti Alvalda, sum vit hava roynst! Hvat skulu vit tá siga við harra okkara! Ei líti hann á hini heiløgu síni! (Job ). Prinsurin búgvi í kastali okkara og nýti stað okkara til hermannastøð, og hann seti aðalbornu hershøvdingar og djørvu bardagamenn sínar yvir okkum! Ja, hann sigri okkum við kærleika sínum, og náði hansara verði okkum ov sterk! Tá skal hann vissuliga altíð vera við okkum og hjálpa okkum, eins og hann var og gjørdi, hin morgun náðarbrævið varð lisið fyri okkum. Og vit skulu boyggja okkum fyri harra okkara og reglum hansara og við orði hansara herja á hin veldiga. Eitt orð enn, so eru tænarar tínir lidnir og skulu ikki ómaka harra okkara meir í hesum máli. Vit kenna ikki dýpd vísdóms tíns, fúrsti okkara! Eingin, sum læt skynsemi sítt ráða, kundi hugsa, at slík lívsæla, sum vit nú gleðast í, fór at verða úrslitið av hinum beisku royndum, ið fyrst komu á okkum. Men, harri, lat ljós ganga undan og kærleika koma aftaná! Ja, tak í hond okkara og leið okkum við ráðum tínum, og lat verða so við okkum allar dagar! Tá skal alt vera tænarum tínum til bata, og Mannasál, staði okkara, skal lutast tað, sum tær toknast. Ella, harri, kom sjálvur í Mannasál og ger, sum tær líkar, so tú varðveitir okkum frá at synda og gert okkum dugnaligar til tænastu tínar hátignar!? Tá svaraði prinsurin uppaftur mannasálingum: ?Farið í friði heimaftur til hús! Eg skal fegin gera tykkum til vildar í hesum. Eg skal flyta kongliga tjald mítt, eg skal í morgin koma við heri mínum at Eygnaportri og síðani ganga inn í Mannasál. Eg skal taka mær kastali tykkara í ogn og seta hermenn mínar yvir tykkum, ja, eg skal enn gera slíkt í Mannasál, sum ikki hevur hoyrst um í nakrari tjóð og nøkrum landi ella kongaríki undir himli.? Mannasálingar hevjaðu nú fagnaðarróp, og hvør fór í friði heimaftur til sín sjálvs; eisini talaðu teir við skyldfólk og vinfólk um hitt góða, ið Immanuel hevði lovað Mannasál. ?Og í morgin,? varð sagt, ?kemur hann inn í stað okkara og skal við monnum sínum taka bústað í Mannasál.? Nú fóru mannasálingar við skundi út til hini grønu trø og á eingirnar at skera greinar og henta blómur at stroya á gøturnar fyri prinsi sínum, soni Alvalda. Teir bundu eisini kransar og aðrar vakrar lutir til tekin fyri, hvussu glaðir teir vóru, og hvussu gjarna teir vildu fagna Immanuel sínum í Mannasál. Ja, teir stroyddu á alla gøtuna líka frá Eygnaportri at kastalisportrinum hagar prinsurin skuldi fara. Og bestu tónleikarar, ið Mannasál átti, vórðu valdir at ganga fyri honum við spæli líka til kastalið, bústað hansara. Táið so hin ásetta tíðin var komin, nærkaðist hann Mannasál. Portrini vórðu latin honum upp, og hinir mætu og elstu í staðnum komu ímóti honum at heilsa honum og biðja hann vera túsund ferðir vælkomnan. Hann helt nú innreið sína í Mannasál, og allir tænarar hansara við honum. Hinir elstu í staðnum gingu dansandi fyri honum, inntil hann kom at kastalisportrinum. Á henda hátt var innreið hansara: Hann var í gyltu herklæðum sínum og stóð í kongliga vagni sínum; horn vórðu blást rundan um hann, fløggini vórðu vundin á stong, hinir tíggju túsund hansara fylgdu við honum, og hinir elstu í Mannasál dansaðu fyri honum. Og nú vórðu múrar hins navngitna staðar Mannasálar fullir av íbúgvunum, sum gingu har aftur og fram; teir komu upp hagar at síggja komu hins signaða prins og kongliga hers hansara. Eisini í gluggum og vindeygum og á veggsvølum og tekjum var fult av alskyns fólki, sum vildi síggja, nú staður teirra gjørdist fullur av góðum. Táið hann tá var komin so langt inn í staðin sum at húsum Samvitanda, beyð hann, at ein skuldi fara til Trúgvanda hershøvdinga at vita, um kastali Mannasálar var búgvið til at hýsa honum, konginum tí hesin tilbúningur var skylda Trúgvanda. Svar kom aftur, at alt var í lagi. Nú fekk eisini hesin hershøvdingi boð um at koma við herliði sínum ímóti prinsinum, og hann gjørdi eftir hesum boði og fylgdi honum inn í kastalið. Og prinsurin gisti nú hesa nátt í kastalinum við høgu hershøvdingum og bardagamonnum sínum, mannasálingum til mikla frøi. Tað, sum menninir í staðnum harnæst hugsaðu um, var, hvussu teir skuldu fáa hershøvdingunum og hermonnunum í liði prinsins vist ímillum sín. Og ikki varð nú hugsað um at lata aftur hondina fyri teimum, men at fylla húsini við teimum. Tí hvør og ein í Mannasál var nu so góður við Immanuel og menn hansara, at einki harmaði teir meir, enn at teir høvdu ikki nóg stór hús at taka ímóti øllum heri prinsins; ja, teir hildu tað vera heiður at tæna teimum, og teir vóru á hesum døgum fegnir at vera ørindadreingir teirra. Endin varð, at teir komu til hetta úrslit: Sakleysi hershøvdingi skuldi vera til hús hjá Skynsama. Tolni hershøvdingi skuldi vera til hús hjá Hugi. Hesin maður, Hugur, hevði áður verið skrivari hjá Vilja, um ta tíðina, sum uppreisturin hevði verið. Kærleiki hershøvdingi skuldi vera til hús hjá Hugsanarhátti. Vóngóði hershøvdingi skuldi vera til hús hjá Vitiga borgarstjóra. Viðvíkjandi, hvør ið skuldi halda til hjá Samvitanda bókara, bað hann sjálvur um at fáa Toruson og Sannførara til sín at vera, bæði teir og allar menn teirra. Tí hús hansara stóðu tætt við kastalið, og prinsurin hevði givið tað boð, at um neyðugt var at blása herblástur, skuldi hetta verða gjørt úr húsum Samvitanda. Dóm og Revsara og menn teirra tók Vilji heim til sín at vera; tí hann skuldi nú stjórna, staðnum til besta, undir prinsinum, eins og hann áður hevði stjórnað undir Gamla Ormi harðstjóra, staðnum til skaða og vanlukku. Síðani fingu allir hinir hermenn Immanuels tilhald hjá ymsum monnum í staðnum. Men Trúgvandi hershøvdingi varð verandi í kastalinum við monnum sínum. So høvdu nú prinsurin og hershøvdingar og hermenn hansara fingið tilhald í Mannasál. Hinir mætu og hinir elstu í staðnum vóru so hugtiknir av Immanuel prinsi, av persóni, gerðum, orðum og atferð hansara, at teimum tykti, eins og teir kundu ikki fáa nóg mikið av honum; so dragandi og lystiligur var hann teimum. Teir bóðu hann tí, hóast kastali Mannasálar var staðið, har hann búði og stjórnaði og teir ynsktu eftir, at hann skuldi búgva har allar ævir teir bóðu hann tíðum vitja oman í gøturnar, inn í húsini vitja fólkið í Mannasál. ?Tí,? søgdu teir, ?hátignarligi fúrsti, nærvera tín, eygu tíni, smíl tíni og orð tíni eru mannasálingum lív, styrki og máttur!? Harumframt søktu teir um, at teir altíð óhindraðir skuldu samt og javnt hava loyvi at koma til hansara, so teir har kundu síggja atferð prinsins og skoða kongligu borg hansara, og hvussu hon var víggird. Hann gav tí boð, at kastalisportrini skuldu altíð standa opin. Meðan hann talaði, tagdu teir allir og lurtaðu, og táið hann gekk, vóru teir fegnir at vera honum líkir í tí við. Einaferð læt nú Immanuel halda veitslu fyri mannasálingum. Tann dagin, sum veitslan skuldi vera, komu so allir íbúgvarnir í kastalið at luttaka í máltíðini, og hann setti alskyns útlendskan mat fyri teir føði, sum ikki vaks á markum Mannasálar, ei heldur í øllum kongaríkinum, ið nevnt varð Heimur; tað var føði, sum kom frá hirð faðirs hansara. Ein rætturin fyri og annar eftir varð nú settur fyri teir, og teimum varð boðið at eta dúgliga. Men hvørja ferð ein nýggjur rættur varð settur fyri teir, teskaðu teir hvør við annan: ?Hvat er hatta?? Tí teir vistu ikki, hvussu teir skuldu nevna tað ( Mós. ). Eisini drukku teir av vatninum, ið gjørt var til vín (Jóh. ), og teir drukku seg glaðar saman við honum ( Mós. ). Tónleikur var eisini, alla tíðina sum borðhaldið stóð. Menniskju fingu einglabreyð at eta (Sálm. ) og vórðu mettað við hunangi úr klettinum (Sálm. ). Mannasálingar ótu nú matin, sum serliga varð notin við hirðina, ja, og føði varð givin fólkinum í yvirflóð. Men latið meg ikki gloyma at siga tykkum, at tónleikararnir, ið spældu við borðið har, vóru ikki haðani úr landinum, nei, og ikki úr Mannasál heldur; teir vóru songmeistararnir, ið leiddu songin við hirð Alvalda. Táið nú veitslan var at enda, vildi Immanuel, gestunum til skemtanar, bera upp nakrar áhugaverdar gátur, loyndardómar, sum Talsmaður faðirs hansara hevði skrivað upp, eftir sum Alvaldi við viti og vísdómi sínum hevði sagt honum. Slíkar gátur eru ongum øðrum ríki í. Tær vóru settar saman um Alvalda kong sjálvan, um Immanuel, son hansara, um hernaðir hansara og um atferð hansara við Mannasál. Immanuel sjálvur útlegði teimum eisini summar av hesum gátum, og tað ljós, ið tað veitti áhoyrarunum! Teir sóu tað, sum teir aldri áður høvdu sæð. Aldri áður høvdu teir hugsað sær, at slíkt sjáldsamt kundi vera innihildið í so fáum og einføldum orðum. Eg segði tykkum, hvønn gáturnar vóru um. Og táið tær nú vórðu útlagdar, varð tað fólkinum greitt, at so var. Teir sóu, at tær vóru eitt slag av ímyndum, og tað av Immanuel sjálvum; tí táið teir lósu í listanum, har gáturnar stóðu skrivaðar, og síðani hugdu á andlit prinsins, var so nógv líking at síggja, at mannasálingar søgdu teir fingu ikki hildið sær ?Hetta er lambið! Hetta er ofrið! Hetta er kletturin! Hetta er hin reyða kvígan! Hetta eru dyrnar! Hetta er vegurin!? og mangt annað tílíkt. Og síðani læt hann mannasálingar fara. Men tit duga at hugsa tykkum, hvussu hugtiknir limir samfelagsins vóru av hesum blíðskapi! Á, teir vóru eins og køvdir í undran, nú teir sóu, skiltu og hugsaðu um gestablídnið, ið Immanuel teirra hevði sýnt teimum, og gáturnar, ið hann hevði útlagt teimum! Heima í húsum sínum, og táið teir sótu í einsemi fyri seg sjálvar, kundu teir ikki lata vera at syngja um hann og verk hansara. Ja, so hugtikið var fólkið í staðnum nú av prinsi sínum, at teir sungu um hann, meðan teir svóvu. Immanuel prinsur hevði nú í huga at umbroyta Mannasál og fáa staðin í slíkt skil, sum honum best toknaðist, og sum best hóskaði við frama og trygd hins nú blómandi staðar Mannasálar. Eisini gjørdi hann tryggingar móti uppreistri innanífrá og innrási uttanífrá. Slíkan kærleika hevði hann til hin navngitna stað Mannasál. Hann beyð tí fyrst av øllum, at hinar stóru sleingjur, ið fluttar vóru hagar frá hirð faðirs hansara, ta ferðina hann kom í bardaga við Mannasál, skuldu verða settar, summar á múrtindar kastalisins og summar á tornini. Tí torn vóru í Mannasál, nýggj torn, sum Immanuel hevði reist, síðani hann kom hagar. Eisini var eitt tól, sum Immanuel hevði funnið upp, ætlað til at kasta steinar úr kastali Mannasálar út um Munsportur. Hesum tóli var eingin førur at verja seg fyri, og ikki gratt, at tað virkaði, sum ætlað. Og við tað at tað avrikaði slík undurfull verk, táið tað varð nýtt, bar tað einki serligt navn. Hin djarvi Trúgvandi hershøvdingi fekk hetta tól undir hond at nýta, um orrusta skuldi verðið. Táið hetta var gjørt, sendi Immanuel boð eftir Vilja og beyð honum at varðveita portur, múr og torn Mannasálar. Eisini gav prinsurin honum herskapin undir hond. Serliga álegði hann honum at kúga allan uppreistur og ófrið, sum gjørdur kundi verða í Mannasál til at gera harra og kongi okkara ónáðir og órógva mannasálingar og bróta friðin í staðnum. Harumframt setti hann eisini Vilja til tað starv at leita eftir púkum, sum kanska enn lúrdu í onkrum avkróki í hinum navngitna staði Mannasál. Slíkar skuldi hann við tað sama taka og halda teimum føstum ella geva teir upp í trygt varðhald, so at gjørt kundi verða við teir eftir lógini. Síðani sendi hann boð eftir Vitiga, borgarstjóranum, ið áður hevði verið, og sum var settur av frá embæti sínum, táið Gamli Ormur tók staðin. Immanuel setti hann aftur í gamla embæti hansara; hann skuldi nú sita í tí restina av ævi síni. Hann beyð honum eisini, at hann skuldi byggja sær eina høll við Eygnaportur; henda høll skuldi vera eitt torn, so hon var góð at verja. Eisini beyð hann honum at lesa í opinbering loyndardómanna alla ævi sína, so at hann kundi duga at standa væl fyri starvi sínum. Og Kunnskap setti hann til bókara, ikki tí hann vanvirdi Samvitanda gamla, sum áður hevði havt hetta starv, men tí hann, prinsurin, hevði í huga at seta Samvitanda í eitt annað embæti, og hann segði við henda gamla, at hann skuldi seinni fáa greiniligari at vita um hetta starv. Nú beyð hann, at standmynd Gamla Orms skuldi verða tikin niður, haðani hon var sett upp, og at teir skuldu oyða hana heilt, sora hana í mjøl og stroya tað út av staðarmúrinum, so tað kundi fúka burt fyri vindinum. Í staðin fyri skuldu teir seta upp eina mynd av Alvalda, faðir hansara, somuleiðis eina av honum sjálvum; tær skuldu standa fyri kastalisportrinum. Myndirnar skuldu verða gjørdar vakrari enn nakra tíð, við tað at bæði faðir hansara og hann vóru komnir til Mannasálar við meiri náði og miskunn enn higartil. Eisini vildi hann, at navn hansara skuldi verða fagurliga rist inn á framsíðu staðarins, lagt við besta gulli, Mannasál til heiðurs. partur Táið hetta var gjørt, gav Immanuel boð um, at hesir tríggir miklu púkarnir skuldu verða tiknir á hondum: Vantrúni og Holdsfýsni, sum seinast høvdu verið borgarstjórar, og Góðgloymari, bókarin. Harnæst vóru nakrir, ið Gamli Ormur hevði gjørt til borgarar og ráðgevarar í Mannasál, og sum hin nú djarvi edilingurin Vilji, hetjan, setti í varðhald. Hesir vóru: Av ráðgevarunum: Gudnoktari, Harðhjartaði og Svikafriður. Av øðrum borgarum: Ósannsagdi, Miskunnarleysi, Hástóri og aðrir av sama slagi. Teir vórðu settir í trygt varðhald, har Sannimaður var fangavaktari. Hesin Sannimaður var ein av teimum, sum Immanuel hevði við sær frá hirð faðirs síns, táið hann av fyrstum byrjaði orrustu við Gamla Orm í Mannasál. Síðani beyð prinsurin, at verndarvirkini trý, sum púkarnir eftir boði Gamla Orms høvdu reist í Mannasál, skuldu verða oydd og rivin heilt á grund. Um hesi virki, og hvussu tey vóru nevnd, um høvuðsmenn og stjórar teirra, hava tit lisið nakað fremri í bókini. Men hetta tók langa tíð; virkini vóru jú stór, og alt skuldi verða beint út úr staðnum, bæði grót, viður, jarn og alt annað, ið har var. Táið hetta var gjørt, gav prinsurin boð, at borgarstjórin og ráðgevararnir í Mannasál skuldu seta ein dómstól, ið skuldi yvirhoyra og revsa púkarnar, sum nú sótu í varðhaldi undir hond Sannamans, fangavaktarans. Táið nú tíðin var komin og dómstólurin settur, fekk Sannimaður boð um at leiða fangarnar oman at verða yvirhoyrdar. Teir vórðu tá leiddir oman, bundnir og leinkjaðir saman, eins og siður var í Mannasál, og stigu fram fyri borgarstjóran og bókaran og allar hinar æruverdu dómararnar. Nú vórðu dómsmenninir valdir og vitnini tikin í eið. Dómsmenninir vóru nevndir: Trúmikli, Hjartasanni, Falsleysi, Ilthatari, Gudsvinur, Sannleiksgløggi, Himmalsinti, Hóvsami, Takksami, Verkgóði, Gudídni og Eyðmjúki. Vitnini vóru: Alkunnigi, Sannsagdi og Lygnhatari og síðani eisini Vilji og maður hansara, um nýttist. So stóðu tá fangarnir fyri dómstólinum. Rættarvinur, sum var skrivari í staðnum, segði nú: ?Fangavaktarin, leið Gudnoktara inn fyri rættin!? Hann varð leiddur inn. Tá segði skrivarin: ?Gudnoktari, rætt upp hondina! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Gudnoktari og ert her, klagaður fyri, at tú á bæði oyðandi og tápuligan hátt hevur lært og hildið, at eingin Gud er, og at tí einki er at leggja í átrúnaðin. Hetta hevur tú gjørt beint ímóti tilveru kongs og ímóti heiður og dýrd hansara og eisini ímóti friði og trygd Mannasálar. Hvat sigur tú? Ert tú sekur í klaguni ella ikki?? Gudnoktari: ?Ikki sekur!? Róparin: ?Kallið Alkunniga. Sannsagda og Lygnhatara inn fyri rættin!? Farið varð eftir teimum, og teir stigu fram. Tá segði skrivarin: ?Tit, vitni kongs, hyggið upp á fangan, ið fyri rættinum stendur, og sigið, um tit kenna hann!? Alkunnigi svaraði: ?Ja, harri mín, vit kenna hann væl! Hann eitur Gudnoktari og hevur í mong ár verið ein sannur pestur í hinum arma staði Mannasál.? Skrivarin: ?Og tú ert vísur í, at tú kennir hann?? Alkunnigi: ?Kenni hann! Ja, harri mín, eg havi so mangan verið saman við honum á farnum døgum, at tað er meir enn so, at eg kenni hann! Hann er púki og sonur púka; eg kendi bæði abba og faðir hansara.? Skrivarin: ?Væl talað! Hann stendur her, nevndur Gudnoktari o.a. og er klagaður fyri at hava hildið og lært, at eingin Gud er, og at tí ikki nýtist at leggja í átrúnaðin. Hvat siga tit, vitni kongs, um hetta? Er hann sekur ella ikki?? Alkunnigi: ?Harri mín! Eg og hann vóru einaferð saman í Býtisbarnastræti, har hann ósmæðin segði hugsanarhátt sín um ymiskt. Tá hoyrdi eg hann siga, at hann trúði nú, ið hvussu var, ikki, at nakar Gud var til. ?Men,? segði hann, ?eg kann játta trúgv á hann og eisini á annan hátt látast gudiligur, um eg eri í slíkum felagsskapi og umstøðum, at tað gerst neyðugt.?? Skrivarin: ?Tú ert vísur í, at tú hoyrdi hann siga so?? Alkunnigi: ?Eg kann gera eið uppá, at eg hoyrdi hann siga so.? Nú segði skrivarin: ?Sannsagdi! Hvat hevur tú at siga dómarum kongs um fangan, ið fyri rættinum stendur?? Sannsagdi: ?Harri mín! Eg havi áður havt nógvan felagsskap við hann, og tað iðri eg meg stórliga eftir nú. Eg havi mangan hoyrt hann siga, og tað, eins og hann var sera fegin at tala so, at hann trúði hvørki, at nakar Gud var, ei heldur einglar ella andar.? Skrivarin: ?Hvar hoyrdi tú hann siga so?? Sannsagdi: ?Í Munnvargastræti og Gudspottanargøtu og mangar aðrar staðir við.? Skrivarin: ?Veitst tú nógv um hann?? Sannsagdi: ?Eg veit, at hann er púki og sonur púka og ein ræðuligur gudnoktari. Faðir hansara æt Aldrigóði, og hann átti onnur børn enn henda Gudnoktara. Hetta er alt, ið eg havi at siga.? Skrivarin: ?Lygnhatari! Hygg upp á fangan, ið fyri rættinum stendur! Kennir tú hann?? Lygnhatari: ?Harri mín! Hesin maður, Gudnoktari, er eitt hitt óargaligasta illmenni, eg nakra tíð havi hitt ella havt við at gera á ævi míni. Eg havi hoyrt hann siga, at eingin Gud er; eg havi hoyrt hann siga, at einki lív er eftir hetta, at einki er synd, at eingin revsing er eftir hetta lív. Ja, eg havi hoyrt hann siga, at líka gott var at fara í eitt horuhús sum til eina gudstænastu.? Skrivarin: ?Hvar hoyrdi tú hann siga hetta?? Lygnhatari: ?Í Drykkjumannagøtu, júst har sum Illmennastræti endar, og í einum húsi, sum Gudleysi búði í.? Skrivarin: ?Leið hann burt, fangavaktarin, og lat Holdsfýsna stíga fram fyri rættin! Holdsfýsni! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Holdsfýsni og ert her, klagaður fyri, at tú við djevulskum svikalistum hevur lært og tað bæði við gerðum og fúlum orðum at tað er manni loyvt og til gagns at lata holdsgirndir sínar ráða. Eisini, at tú fyri tín part hvørki hevur noktað ella nakra tíð ætlar at nokta tær nakran syndalyst, so leingi sum tú eitur Holdsfýsni. Hvat sigur tú? Ert tú sekur í hesi klagu ella ikki?? Tá svaraði Holdsfýsni: ?Harri mín! Eg eri ættaður frá høgum fólki og eri vanur við nógvan stuttleika og mangar skemtanir. Eg veit einki um at verða athavdur fyri gerðir mínar, men eri sloppin at gera eftir mínum egna vilja, eins og hann var lóg. Mær tykir tí løgið, at eg í dag skal standa skúlarætt fyri tað, sum ikki bert eg, men nærum øll gera, annaðhvørt í loyndum ella opinberliga, og haraftrat elska og samsinna.? Skrivarin: ?Hvussu høgur tú ert, ger ikki okkum mun tóat tess mætari tú ert, tess betri átti tú at verið. Tað, sum nú er okkum áhugavert og tær við! er klagan, ið fram er sett móti tær. Hvat sigur tú? Ert tú sekur ella ikki?? Holdsfýsni: ?Ikki sekur!? Skrivarin: ?Róparin! Kalla vitnini inn og lat teir stíga fram og vitna!? Róparin: ?Komið, góðu menn, tit vitni kongs komið inn og berið fram vitnisburð tykkara fyri harra og kong okkara móti fanganum, ið fyri rættinum stendur!? Skrivarin: ?Nú, Alkunnigi! Hygg upp á fangan, ið fyri rættinum stendur! Kennir tú hann?? Alkunnigi: ?Ja, harri mín, eg kenni hann!? Skrivarin: ?Hvussu eitur hann?? Alkunnigi: ?Hann eitur Holdsfýsni; faðir hansara var nevndur Dýrslíki, og móðir hansara átti hann í Holdsgøtu; hon var dóttir eins, ið æt Illgjarni. Eg kenni alla hasa ættina.? Skrivarin: ?Væl talað! Tú hevur hoyrt tað, sum hann er klagaður fyri; hvat sigur tú um tað? Er hann sekur í tí, sum hann er lagdur undir, ella ikki?? Alkunnigi: ?Harri mín! Hann hevur, sum hann segði, verið stórur maður, jú men! og meir enn túsund ferðir so stórur í gudloysi sum av uppruna!? Skrivarin: ?Men hvat serligt veitst tú um gerðir hansara, fyrst og fremst viðvíkjandi tí, sum hann er ásakaður fyri?? Alkunnigi: ?Eg veit, at hann er argur at bannast, lúgva og bróta halguna; eg veit, at hann er ein horkallur og siðleysur persónur; eg veit, at hann er sekur í ógvuliga mongum ringum. Eftir tí, sum eg veit, hevur hann verið eitt ógvuliga rátt fólk.? Skrivarin: ?Men hvar plagdi hann at dríva gudloysi sítt? Í onkrum avkróki ella opinberliga og skammleyst?? Alkunnigi: ?Um allan staðin, harri mín!? Skrivarin: ?Nú, Sannsagdi! Hvat veitst tú at siga fyri harra og kong okkara móti fanganum, ið fyri rættinum stendur?? Sannsagdi: ?Harri mín! Alt, ið hitt fyrra vitnið hevur sagt, veit eg, er satt, og ikki so lítið aftrat.? Skrivarin: ?Holdsfýsni! Hoyrir tú tað, sum hesir góðu menn siga?? Holdsfýsni: ?Eg havi altíð hildið tað, at eydnuríkasta lív, ið maður kann liva á foldum, er at sýta sær einki av tí, sum hann ynskir sær í heiminum. Og eg havi ikki svikið henda hugsanarhátt nakra tíð á ævi míni, men havi trúliga fylgt eftir huga mínum allar dagar. Eg havi heldur ikki verið slíkt bartrog, at eg ikki havi mælt øðrum til at leita til tað, sum hevur veitt mær sjálvum slíka lívsælu.? Nú segði rætturin: ?Hann hevur sjálvur sagt so mikið, at einki er at ivast um, at hann eigur at verða dómfeldur. Leið hann tí burt, fangavaktarin, og lat Vantrúna stíga fram fyri rættin!? Vantrúni kom tá inn fyri dómstólin. Skrivarin: ?Vantrúni! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Vantrúni og ert her, klagaður fyri, at tú og tað, meðan tú vart ein høvdingi í Mannasál hevur, eins og eitt illmenni og á brotsmannahátt, veitt hershøvdingum hins stóra Alvalda kongs mótstøðu, táið teir komu og kravdu vald yvir staðnum. Ja, tú gjørdi øllum, ið kongi hoyrdi til, mótstøðu, bæði navni og herliði hansara. Og bæði tú og Gamli Ormur, høvdingi tín, østu upp mannasálingar og eggjaðu teir at halda móti nevnda herliði kongs og veita tí mótstøðu. Hvat sigur tú um hesa klagu? Ert tú sekur ella ikki?? Vantrúni svaraði: ?Eg veit einki um Alvalda! Eg eri góður við gamla fúrsta mín. Eg helt tað vera skyldu mína at vera trúgvur í tí, sum mær var litið til, og gera tað, sum eg kundi, at ávirka mannasálingar til av øllum alvi at veita fremmandum og útlendingum mótstøðu og berjast við teir, alt teir vóru mentir. Og henda hugsanarhátt mín havi eg ikki broytt, ætli heldur ikki at broyta hann av ótta fyri trupulleikum havi so tit í løtuni bæði staðin og valdið!? Tá segði rætturin: ?Hesin maður er forherðaður, sum tit síggja; hann verjir jú gudleysu støðu sína við frekum orðum og uppreistur sín við óskemdum áliti. Leið hann tí burt, fangavaktarin, og lat Góðgloymara stíga fram fyri rættin!? Góðgloymari kom nú inn fyri dómstólin. Skrivarin: ?Góðgloymari! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Góðgloymari og ert her, klagaður fyri, at tú, táið tú hevði øll viðurskifti í Mannasál undir hond, als onga roynd gjørdi at tæna fólkinum, tí til frama, men gavst teg í hóslag við Gamla Orm harðstjóra móti Alvalda kongi og móti hershøvdingum hansara og øllum heri hansara fyri at vanæra Alvalda, bróta lógir hansara og koma hinum navngitna staði Mannasál í vanda og leggja hann í oyði. Hvat sigur tú um hesa klagu? Ert tú sekur ella ikki sekur?? Góðgloymari svaraði: ?Góðu menn, tit, sum nú eru dómarar mínir! Viðvíkjandi hesi klagu at eg standi fyri tykkum, ásakaður fyri fleiri misbrot vil eg biðja tykkum minnast, at eg eri gamal, og at tað er grundin fyri, at eg eri gloymskur eg kann ikki gera við tað. Høvd mítt er so veikt; tað er ikki líkasæla, ið bagir. Eg vóni tí, at tit í mildleika avsaka meg og revsa meg ikki hart um eg so eri sekur.? Men rætturin segði: ?Góðgloymari, Góðgloymari! Tú gloymdi ikki hitt góða bert av veikleika; nei, tú vildi ikki minnast tað, og tær beyð ímóti at hava dygdina í huga. Tað, sum ilt var tað gloymdi tú ikki; men hitt góða leiddist tær at hugsa um. Hetta, tú tosar um, at tú ert so gamal og skalt vera so veikur, nýtir tú bert at blinda rættin við og sum skotbjálva fyri skálkabrøgd tíni. Men latum okkum hoyra tað, sum vitnini hava at siga fyri kong móti fanganum, ið fyri rættinum stendur! Er hann sekur í tí, sum hann er ásakaður fyri, ella ikki?? Lygnhatari: ?Harri mín! Eg havi hoyrt henda mann, Góðgloymara, siga, at hann kundi ikki torga at hugsa um tað, sum gott var, nei, ikki eina løtu.? Skrivarin: ?Hvar hoyrdi tú hann siga so?? Lygnhatari: ?Í Vánamannastræti, í einum húsi tætt við har ímyndin er av samvitskuni, sum verður brend við gløðandi jarni.? Skrivarin: ?Alkunnigi? Hvat hevur tú at siga fyri harra og kong okkara móti fanganum, ið fyri rættinum stendur?? Alkunnigi: ?Harri mín! Henda mann kenni eg væl. Hann er púki, sonur púka; faðir hansara æt Ribbaldavinur. Hann sjálvan havi eg mangan hoyrt siga, at einki í heiminum tykti honum so nógv fyri sum at hugsa um nakað, ið gott var.? Skrivarin: ?Hvar hevur tú hoyrt hann tala hesi orð?? Alkunnigi: ?Í Holdsstræti, beint yvir av kirkjuni.? Tá segði skrivarin: ?Nú, Sannsagdi! Kom og ber vitnisburð tín um fangan, ið fyri rættinum stendur, viðvíkjandi tí, hann stendur her fyri sum tú sært ásakaður av hesum æruverda dómstóli!? Sannsagdi: ?Harri mín! Eg havi mangan hoyrt hann siga, at hann vildi fyrr hugsa um tað, sum alrafúlast var, enn um tað, sum stendur í hini heilagu skriftini.? Skrivarin: ?Hvar hoyrdi tú hann siga slík ræðulig orð?? Sannsagdi: ?Hvar! Mangar, mangar staðir, serliga í Fúlugøtu, inni hjá einum, sum eitur Skammleysi, og í Óreinskustræti, við ímyndina av Spilta, tætt við har sum niður verður farið í avgrundina.? Rætturin: ?Góðu menn! Tit hava hoyrt klaguna, umbering fangans og tað, sum vitnini hava borið fram. Leið Harðhjartaða inn fyri rættin, fangavaktarin!? Hann varð nú leiddur inn fyri dómstólin. Skrivarin: ?Harðhjartaði! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Harðhjartaði og ert her, klagaður fyri, at tú eins og hitt ørasta illmenni hevur fylt Mannasál við forherðing og treiskni. Tú forðaði fólkinum har at harmast um syndir teirra og angra tær, alla tíðina meðan staðurin var fallin frá hinum signaða Alvalda kongi og livdi í uppreistri móti honum. Hvat sigur tú um hesa klagu? Ert tú sekur ella sakleysur?? Harðhjartaði: ?Harri mín! Samvitskuófrið og sorg havi eg aldri á ævi míni vitað um. Mær vinnur eingin á. Eg leggi ongan í, og sorg annara ger mær ikki mun; suff teirra røra ikki hjarta mítt. Um eg voldi onkrum mein ella geri onkrum órætt tað er mær tónleikur, táið onnur gremja seg.? Rætturin: ?Tit síggja, at maðurin er sannur púki og nóg gott vitni ímóti sær sjálvum. Leið hann burt, fangavaktarin, og lat Svikafrið stíga fram fyri rættin!? Svikafriður kom nú inn fyri dómstólin. Skrivarin: ?Svikafriður! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Svikafriður og ert her, klagaður fyri, at táið mannasálingar vóru fráfalnir, og Helviti hevði eggjað teir til uppreistur, fekst tú á óndan og djevulskan hátt leitt teir inn í ein lygifrið, ógrundaðan og vandamiklan, og styðjaði og uggaði teir í hesi trygd, sum mátti enda við dómi teirra, og sum var kongi til vanæru, breyt lógir hansara og stórliga skaddi Mannasál. Hvat sigur tú? Ert tú sekur í hesi klagu ella ikki?? Svikafriður svaraði: ?Góðu menn og tit, sum nú eru settir til dómarar yvir mær! Eg játti, at eg eiti Friður; men at eg beri navnið Svikafriður, tað gangi eg als ikki við. Um tit, hávirdu menn, vilja senda boð eftir onkrum, sum kennir meg væl, eftir nærkonuni, sum var hjá móður, táið hon átti meg, ella eftir gudmammunum, ið hjástaddar vóru, táið eg varð skírdur, skulu tey, eitt sum øll og øll sum eitt, prógva, at eg eiti ikki Svikafriður, men Friður. Eg havi tí einki at svara á hesa klagu, við tað at navn mítt er ikki nevnt í henni. Við sanna navn mítt samsvari eg sjálvur. Eg havi altíð verið ein maður, sum fegin vil liva í friði, og eg hugsaði, at øðrum mundi dáma tað við, sum mær dámdi so væl. Táið eg tí sá onkun granna mín vera órógvaðan í huganum, royndi eg at hjálpa honum tað, sum eg var førur fyri. Eg kundi nevnt mong prógv fyri hesum góða lyndi mínum. Til dømis: Táið staður okkara, Mannasál, av fyrstu tíð segðist undan leiðum Alvalda, byrjaðu summir íbúgvarnir eftirsíðani at hava ófrið í hjartanum viðvíkjandi tí, sum teir høvdu gjørt; men við tað at eg píndist av at síggja stúrsil teirra, royndi eg við tað sama at finna mær høvi til at friða teir aftur. Táið teir, sum høvdu hug at fylgja siðunum, ið nú eru vanligir í heiminum, av einumhvørjum, sum hendi, vórðu órógvaðir við at hugsa um, hvussu gekst hinum gamla heiminum undan vatnsflóðini og hvussu gekst Sodoma, royndi eg at friða teir aftur og fáa teir at lata vera at hugsa um slíkt, sum loypti stúrsil á teir. Men latið meg málbera meg greidligari: Táið orrustan brast á millum Alvalda og Gamla Orm um eg tá nakrantíð sá onkun í Mannasál ræddan fyri oyðing, plagdi eg mangan á ymiskan hátt at penta mær okkurt saman, seta saman onkra søgu, fyri at royna at ugga teir aftur. Við tað at eg tí altíð havi verið ein maður við so rættiligum lyndi sum onkur heldur tann hava, ið fær frið í lag og hevur tann, sum fær frið í lag, uppiborið at vera so væl umhildin, sum onkur ikki ivast um at gera av so latið meg, góðu menn, tit, sum bera slíkt orð fyri rættvísi og sannføran atburð í Mannasál latið meg verða dømdan av tykkum sum ein mann, ið ikki hevur uppiborið at verða ómenniskjaliga hagreiddur, men sum ein, ið eigur at verða latin leysur og haraftrat eigur rætt at krevja teir eftir skaðabótum, sum hava klagað meg!? Nú segði skrivarin: ?Les upp eina kunngerð, róparin!? Róparin: ?Tøgn! Við tað at fangin, ið fyri rættinum stendur, hevur noktað, at hann eitur so, sum í klaguni er nevnt, áleggur rætturin einum og hvørjum her, sum kann siga rættinum, hvat ið er upprunaliga og sanna navn fangans, at stíga fram og vitna við tað at fangin stendur fast á, at hann er sakleysur.? Tveir komu tá inn fyri rættin og bóðu um loyvi at siga tað, sum teir vistu um fangan, ið fyri dómstólinum stóð. Annar teirra æt Sannídni og annar Sanntryggi. Rætturin spurdi nú hesar menn, um teir kendu fangan, og hvat teir vistu at siga um hann. ?Tí hann stendur fast á, at hann er ikki sekur,? segði rætturin. Sannídni segði tá: ?Harri mín! Eg ? Men hann varð steðgaður av rættinum, sum kravdi, at hann skuldi fyrst gera eið. Hann gjørdi tá eið og helt síðani fram: ?Harri mín! Eg kenni henda mann og havi kent hann, síðani hann var smádrongur, og eg kann vitna, at hann eitur Svikafriður. Eg kendi faðir hansara; hann æt Sleiski. Og móðir hansara varð, áðrenn hon giftist, rópt Útyvirkáva. Hesi bæði høvdu ikki verið gift leingi, táið tey fingu henda sonin, og táið hann var borin í heim, nevndu tey hann Svikafrið. Vit vóru leikbrøður, tóat eg eri nakað eldri enn hann, og táið móðir hansara plagdi at rópa hann inn frá spælinum, segði hon: ?Svikafriður, Svikafriður! Kom skjótt inn, ella skal eg koma eftir tær!? Ja, eg minnist hann, meðan hann enn var bróstabarn, og tóat eg var lítil tá, minnist eg, hvussu móðir hansara plagdi at sita í durunum við honum ella spældi við hann í fangi sínum, og hvussu hon mangan upp í saman segði við hann: ?Lítli Svikafriður mín! Søti Svikafriður mín!? og: ?Á Svikafriður, søti skálkur mín!? og uppaftur: ?Á Svikafriður, lítli fuglurin hjá mær! Sum eg eri góð við teg, barnið!? Gudmammurnar vita eisini, at so er, um hann so sjálvur er nóg frekur at nokta tað opinlýst fyri rættinum.? Nú varð Sanntryggi kallaður inn at siga tað, sum hann visti um Svikafrið. Hann varð tá tikin í eið. Sanntryggi segði: ?Harri mín! Alt, sum hitt fyrra vitnið hevur talað, er satt. Fangin eitur Svikafriður, faðir hansara æt Sleiski og móðir hansara Útyvirkáva. Eg havi fyrr í tíðini sæð hann illan við tey, sum nevndu hann nakað annað enn Svikafrið; hann plagdi at siga, at øll slík speiróku og eyknevndu hann. Men hetta var á teimum døgum, táið Svikafriður var stórmaður, og táið púkarnir vóru knassar í Mannasál.? Rætturin: ?Góðu menn! Tit hava hoyrt tað, sum hesir báðir hava gjørt eið uppá viðvíkjandi fanganum, ið fyri dómstólinum stendur. Og hoyr nú tú, Svikafriður: Tú hevur noktað, at tú eitur so; kortini hoyrir tú, at hesir ærligu menn gera eið uppá, at navn títt er so. Viðvíkjandi tí, sum tú verjir teg við, fert tú heilt skeivur av innihaldi klagunnar móti tær. Tú ert ikki ásakaður fyri at hava gjørt ilt við tí, at tú ert friðarmaður ella ein, sum hevur fingið frið í lag millum grannar tínar. Nei, tú ert klagaður fyri, at tú, táið mannasálingar vóru falnir frá kongi sínum og livdu í uppreistri móti honum at tú tá sum eitt barn óndskaparins og Satans leiddi teir inn í ein frið, sum var fals og lygn og dró dóm oman yvir teir, ja, og fekst teir at verða verandi í hesum friði, tvørtur ímóti lóg Alvalda, og mannasálingum sum tá vóru so illa staddir til vanda og oyðingar. Alt, ið tú hevur vart teg við, er at avnokta navn títt o.s.fr.; men her sært tú, vit hava vitni, sum prógva, at tú ert maðurin! Og friðurin, ið tú reypar so nógv av at hava fingið í lag millum grannar tínar tú skalt vita, at tann friður hevur ikki sannleika og heilagleika í viðføri, nei, hann hvílir ikki á slíkum grundarlagi. Hann er bygdur á lygn, er svikaligur og leiðir undir dóm, sum eisini hin stóri Alvaldi hevur sagt. Tað, sum tú hevur vart teg við, hevur tí ikki bjargað tær undan tí, sum tú ert klagaður fyri, men ger heldur skyld tína enn svárari. Men vit skulu ikki fara órættvíst at við teg. Latum okkum kalla vitnini inn! So kunnu teir prógva, hvussu dømt eigur at verða í málinum. Latum okkum hoyra, hvat teir hava at siga fyri harra og kong okkara móti fanganum, ið fyri dómstólinum stendur!? Skrivarin: ?Alkunnigi! Hvat sigur tú fyri harra og kong okkara móti fanganum, ið fyri rættinum stendur?? Alkunnigi: ?Harri mín! Mær er kunnigt, at hesin maður hevur í langa tíð havt til arbeiðis at halda mannasálingar í syndafullum friði mitt í øllum siðloysi, allari óreinsku og øllum uppreistri teirra. Eg havi sjálvur hoyrt hann siga: ?Komið, komið, latum okkum bannlýsa alt, sum órógvar, ið hvat so grundin er fyri tí! Latum okkum stevna eftir at liva í friði og trygd, um so við ongum sonnum grundarlagi!?? Skrivarin: ?Nú, Lygnhatari! Hvat veitst tú at siga?? Lygnhatari: ?Harri mín! Eg havi hoyrt hann siga, at betri er at hava frið, um enn á órættvísivegi, enn trupulleika fyri sannleikans skuld.? Skrivarin: ?Hvar hoyrdi tú hann siga hetta?? Lygnhatari: ?Eg hoyrdi hann siga tað í Býttlingagarði, inni hjá einum, ið æt Tápuligi, og sum búði tætt við, har ímyndin er av Sjálvsvíkjara. Ja, tjúgu ferðir havi eg hoyrt hann siga tað har.? Skrivarin: ?Okkum nýtist ikki fleiri vitni; hesi prógv eru greið og nóg mong. Leið hann burt, fangavaktarin, og lat Ósannsagda stíga inn fyri rættin! Ósannsagdi! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Ósannsagdi og ert her, klagaður fyri, at tú hevur altíð, Alvalda til vanæru og hinum navngitna staði Mannasál til vanda og aloyðingar, lagt tær eina við at spilla og heilt rudda út alt tað, sum eftir var í staðnum av lógum Alvalda og mynd hansara, eftir at staðurin var so ræðuliga fallin frá kongi sínum til Gamla Orm, hin øvundsjúka harðstjóra. Hvat sigur tú? Ert tú sekur í hesi klagu ella ikki?? Ósannsagdi: ?Ikki sekur, harri mín!? Vitnini vórðu nú kallað inn, og Alkunnigi var hin fyrsti, sum bar fram vitnisburð sín móti honum. Alkunnigi: ?Harri mín! Hesin maður var uppií, táið mynd Alvalda varð brotin niður; ja, tað var hann, sum við egnum hondum breyt hana. Eg stóð hjá sjálvur og sá hann gera tað. Tað varð gjørt eftir boði Gamla Orms. Og hesin maður, Ósannsagdi, gjørdi meir enn tað; hann setti eisini upp hina hyrntu mynd av hinum dýrslíka Gamla Ormi á sama staði. Tað var eisini hann, sum eftir boði Gamla Orms skræddi og pettaði sundur og fekk oytt alt, ið hann kundi koma framat, av tí, sum eftir var av lógbókum kongs ja, forkom øllum, ið hann fekk hendur á í Mannasál.? Skrivarin: ?Hvør annar enn tú sá hann gera hetta?? Alkunnigi: ?Mangur sá tað umframt meg; tí hetta varð ikki gjørt í loynd ella í einum avkróki, men opinberliga fyri øllum; ja, hann vildi fyrr gera tað fyri almannaeygum; tí hann hevði fragd av at gera tað.? Skrivarin: ?Ósannsagdi! Hvussu fekst tú verið so frekur at siga, at tú vart ikki sekur, táið tað er so almannakunnigt, at tú hevur gjørt alt hetta illa!? Ósannsagdi: ?Harri! Eg helt, at eg var noyddur at siga okkurt, og sum navn mítt er, so er tala mín, og eg havi mangan havt vinning av at tala so. Tí hugsaði eg, at tað kundi borið á, at eg heystaði sama góða ávøkst av tí hesa ferð við.? Skrivarin: ?Leið hann burt, fangavaktarin, og lat Miskunnarleysa stíga fram fyri rættin! Miskunnarleysi! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Miskunnarleysi og ert her, klagaður fyri, at tú á sannan svíkjarahátt og sum ringasta illmenni lætst aftur hjarta títt fyri allari miskunn. Tú vildi ikki loyva neyðar mannasálingum at harmast um neyð teirra, táið teir vóru falnir frá rætta kongi sínum; nei, tú leiddi altíð hug teirra av leið og burt frá at hugsa slíkt, sum kundi hjálpt teimum fram til angur. Hvat sigur tú um hesa klagu? Sekur ella ikki sekur?? Miskunnarleysi: ?Ikki sekur í miskunnarloysi! Alt, eg gjørdi, var, at eg fekk meg sjálvan í góðan hýr; tí ikki eiti eg Miskunnarleysi, men Káti. Eg orkaði ikki at síggja mannasálingar falla so til tunglyndi.? Skrivarin: ?Nú, nú! Avnoktar tú navn títt og sigur, at tú eitur ikki Miskunnarleysi, men Káti! Kallið vitnini inn! Hvat siga tit, vitnini, um hetta, sum hann verjir seg við?? Alkunnigi: ?Harri mín! Navn hansara er Miskunnarleysi; so hevur hann skrivað seg sjálvur á øllum skjølum av týdningi, sum hann hevur havt við at gera. Men hesir púkarnir eru so argir at falsa nøvn síni. Gírigi fjalir seg við navninum Skilsparni og tílíkum nøvnum; Stoltleiki kallar seg, um nýtist, Hampuligi, Sámiligi ella okkurt tílíkt. Og so er við teimum øllum.? Skrivarin: ?Hvat sigur tú, Sannsagdi?? Sannsagdi: ?Harri mín! Hann eitur Miskunnarleysi. Eg havi kent hann, frá tí hann var smádrongur, og alt hatta ringa, hann er lagdur undir í klaguni, hevur hann gjørt. Men summir av teimum vita ikki um vandan fyri fordøming; tí siga teir øll tey at vera tunglynd, sum av álvara hugsa um, hvussu tey skulu sleppa undan dóminum.? Skrivarin: ?Leið Hástóra inn fyri rættin, fangavaktarin! Hástóri! Tú hevur gjørt teg inn á Mannasál. Tú ert nevndur Hástóri og ert her, klagaður fyri, at tú sum hin versti svíkjari og á djevulskan hátt lærdi mannasálingar at vera hugmóðigar og harðvunnar, táið hershøvdingar Alvalda sendu teimum eini boðini fyri og onnur eftir. Tú lærdi teir eisini at tala vanvirðisliga og háðandi um Alvalda, hin stóra kong teirra. Haraftrat eggjaði tú, bæði við orðum og dømi, mannasálingar at fara í hernað móti kongi og soni hansara, Immanuel. Hvussu hvat sigur tú? Ert tú sekur í hesi klagu ella ikki?? Hástóri: ?Góðu menn! Eg havi altíð verið djarvur og raskur maður og havi aldri verið vanur, ið hvussu døpur viðurskiftini hava verið, at dvína ella boyggja meg eins og eitt sev. Og mær hevur heldur aldri líkað at sæð menn kasta vápnini frá sær, táið teir hava verðið áherjaðir, nei, ikki, um so fíggindarnir hava tykst at vera tíggju ferðir so sterkir sum teir. Ei var tað vani mín at leggja í, hvør fíggindi mín var, ei heldur, hvør grundin var fyri stríðinum okkara millum. Tað var mær nóg mikið, at eg ikki dvínaði, men bardist sum maður og varð sigurharri í bardaganum.? Rætturin: ?Hástóri! Tú ert ikki her, klagaður fyri, at tú hevur verið reystmenni, ei heldur fyri, at tú vart mótaður og ikki dvínaði, táið illa stóð til, men fyri, at tú hevur nýtt henda reystleika, ið tú sigur teg eiga, til at lokka mannasálingar at gera uppreistur, bæði móti hinum stóra kongi og móti Immanuel, soni hansara. Hetta er misbrot títt og tað, sum tú ert ásakaður fyri í hesi klagu.? Á hetta svaraði Hástóri einki. Táið nú rætturin var komin so langt í málaflutninginum móti fangunum, ið fyri dómstólinum stóðu, góvu teir teir upp til dómsmenninar, ið dómin skuldu fella. Til teirra vendi rætturin sær við hesum orðum: ?Hávirdu dómsmenn! Tit hava verið hjástaddir og sæð hesar menn; tit hava hoyrt klaguna móti teimum, og hvussu teir hava vart seg. Tit hava eisini hoyrt tað, sum vitnini hava vitnað móti teimum. Nú er einki eftir, uttan at tit við tað sama fara fyri tykkum sjálvar, har tit í friði og náðum fáa hugsað um, hvønn dóm tit í sannleika og rættvísi eiga at fella yvir teir fyri kongi, og síðani lata okkum vita henda dóm.? Dómsmenninir drógu seg nú undan fyri at rannsaka, hvussu dømt átti at verða. Teir vóru jú: Trúmikli, Hjartasanni, Falsleysi, Ilthatari, Gudsvinur, Sannleiksgløggi, Himmalsinti, Hóvsami, Takksami, Eyðmjúki, Verkgóði og Gudídni. Táið nu hesir menn vóru komnir saman fyri seg sjálvar, fóru teir at ætla um sínámillum, hvønn dóm teir skuldu fella. Trúmikli, sum formaður var, tók tá fyrstur orðið. Hann segði: ?Góðu menn! Eg fyri mín part trúgvi, at fangarnir, ið fyri rættinum standa, hava allir uppiborið at lata lív.? ?Púra beint!? segði Hjartasanni; ?júst so er mín hugsan.? ?Tað er sanniliga at takka fyri,? svaraði Ilthatari til, ?at slíkir illgerðamenn sum hesir eru tiknir!? ?Ja, ja!? segði Gudsvinur; ?hetta er ein hin gleðiligasti dagur, eg havi havt á ævi míni.? Sannleiksgløggi segði nú: ?Tað veit eg, at døma vit teir til deyða Alvalda fer at líka dóm okkara.? ?Einki ivist eg um tað!? svaraði Himmalsinti, og hann legði aftrat: ?Táið øll slík ódýr eru beind burt úr Mannasál, hvør tokkaligur verður ikki staðurin tá!? ?Ikki eri eg vanur,? segði Hóvsami, ?at leypa framav í dómi mínum; men misbrotini hjá hesum monnum eru so almannakunnig, og vitnisburðirnir móti teimum eru so ivaleysir, at tann maður mátti gjørt seg blindan við vilja, sum segði, at fangarnir ikki hava uppiborið at doyggja.? ?Lovaður veri Gud,? segði Takksami, ?at svíkjararnir eru í tryggum varðhaldi!? ?Og á beru knøum mínum taki eg lut við tær í hesi tøkk!? segði Eyðmjúki. ?Eisini eg eri glaður,? segði Verkgóði. Og tá segði hin heiti, sannhjartaði maðurin Gudídni: ?Teir eiga at lata lív! Teir hava verið ein pestur í Mannasál og hava stevnt eftir oyðing staðarins.? Við tað at teir soleiðis allir vóru samdir, dóminum viðvíkjandi, komu teir alt fyri eitt innaftur fyri rættin. Skrivarin: ?Hávirdu dómsmenn! Svarið nú, hvør fyri seg, so hvørt sum tit verða róptir við navni! Trúmikli, fyrsti; Hjartasanni, annar; Falsleysi, triði; Ilthatari, fjórði; Gudsvinur, fimti; Sannleiksgløggi, sætti; Himmalsinti, sjeyndi; Hóvsami, áttandi; Takksami níggjundi; Eyðmjúki, tíggjundi; Verkgóði, ellivti; Gudídni tólvti. Góðu og sannorðaðu menn! Verið samsintir í dómi tykkara! Eru tit allir á einum máli?? Dómsmenninir: ?Ja, harri mín!? Skrivarin: ?Hvør skal vera framsøgumaður hjá tykkum?? Dómsmenninir: ?Formaður okkara.? Skrivarin: ?Tit, hávirdu dómsmenn, valdir fyri harra okkara, kong, til tænastu her í einum máli um lív ella deyða, hava hoyrt, hvussu allir hesir menn eru vorðnir rannsakaðir, hvør eftir annan fangarnir, ið fyri rættinum standa! Hvat siga tit? Eru teir sekir í tí í misbrotunum, sum teir standa klagaðir fyri her, ella eru teir sakleysir?? Formaðurin: ?Sekir, harri mín!? Skrivarin: ?Ansa eftir fangunum, sum tær eru givnir at hava í varðhaldi, fangavaktarin!? Hetta hendi um morgunin, og seinnapartin vórðu teir dømdir til deyða eftir lógini. Táið tí fangavaktarin hevði fingið hetta boð, setti hann teir allar í hitt innara fangahúsið, har teir skuldu sita í varðhaldi, inntil teir skuldu verða tiknir av lívi, og tað skuldi verða gjørt morgunin eftir. partur Men hygga nú, hvat ið hendi: Ein fangin hann, ið æt Vantrúni breyt út úr fangahúsinum og slapp burtur í tíðarskeiðinum, frá tí at dómurin varð feldur, og dagin, táið fangarnir skuldu lata lív. Hann komst undan, út úr Mannasál, og lá og lúrdi í hellum og aðrar staðir, har til bar. Ætlan hansara var at finna sær høvi til aftur at gera Mannasál mein, aftur fyri tað, sum gjørt var við hann. Táið nú Sannimaður, fangavaktarin, rakti við, at hesin fangin var sloppin, varð hann ógvuliga illa við; tí Vantrúni mátti sigast at vera nógv hin ringasti av øllum harkaliðinum. Hann fór tí við tað sama og segði Vitiga, Kunnskapi og Vilja, hvussu við visti, so teir kundu geva boð um, at leitað skuldi verða eftir Vantrúna allar staðir í Mannasál. Teir góvu honum sjálvum boð um at gera hetta, og leitað varð; men hesin maður var ongar staðir at finna í allari Mannasál. Alt, ið kundi fáast at vita, var, at hann var sæddur at smeita sær um uttan fyri staðin, og at onkur hevði júst sæð hann her ella har, táið hann slapp sær út úr Mannasál. Ein ella tveir søgdu seg eisini heilt vist hava sæð hann uttan fyri staðin, rennandi tvørtur um allan slættan. Eftir at teir soleiðis heilt høvdu mist Vantrúna burtur, visti ein, ið æt Síggjandi, at siga frá, og tað við vissu, at hann hevði reikað um allar staðir á oydnum støðum (Luk. ), inntil hann hevði hitt Gamla Orm, vinmann sín. Og hvar aðrar staðir skuldu teir hittast enn júst á fjallinum, ið bar navnið Helvitislið! Og sanniliga, tað vóru syndarlig tíðindi, Vantrúni visti at bera Gamla Ormi um hina harmiligu umskifting, Immanuel hevði fingið í lag í Mannasál! Fyrst segði hann honum frá, hvussu mannasálingar eftir nakrar tingingar høvdu fingið náðarbræv frá Immanuel, galdandi fyri allar íbúgvarnar, at hann var boðin inn í staðin, og at teir høvdu latið hann fingið kastalið til bústað. Hann segði honum framvegis, at teir høvdu biðið hermenn Immanuels koma inn í staðin, at teir høvdu kappast um at hýsa sum flestum av teimum, og at teir høvdu bæði spælt, sungið og dansað, honum til heiðurs. ?Men tað, sum meg mest pínir,? segði Vantrúni, ?er, at hann hevur brotið niður standmyndina av tær, á faðir, og sett upp mynd av sær í hennara stað. Hann hevur beint fyri høvuðsmonnum tínum og sett sínar í staðin. Ja, og Vilji, hasin uppreistrarmaðurin, sum ein aldri skuldi hugsað, fór at venda sær frá okkum, er nú so væl við Immanuel, sum hann nakra tíð var við teg! Men umframt hetta hevur hesin sami Vilji fingið eitt serligt boð frá harra sínum, at hann skal leita eftir øllum púkum, sum hann kann finna í Mannasál, taka teir og drepa teir. Ja, og Vilji hevur longu tikið og sett í fangahús átta av trúgvastu vinmonnum harra míns í Mannasál. Tað er mær sorg at siga, harri mín, teir hava staðið fyri rættinum, eru dómfeldir og tað havi eg ótta fyri longu tiknir av døgum í Mannasál. Eg segði harra mínum, at teir vóru átta; eg sjálvur var nú hin níggjundi, og eg hevði drukkið somu skál sum hinir, einki var at ivast um tað, hevði eg ikki, sum tú sært, verið so snildur, at mær eydnaðist at flýggja frá teimum.? Táið Gamli Ormur hoyrdi hesa sorgarsøgu, ýldi og físti hann eins og dreki, ja, hann brølaði so, at loftið gjørdist svart av tí. Hann svór eisini uppá, at hann skuldi royna at hevna seg á Mannasál fyri hetta. Teir báðir, hann og Vantrúni, gamli vinmaður hansara, samdust um at leggja upp fyndarráð, hvussu teir kundu taka Mannasál aftur. Áðrenn hetta hendi, var nú dagurin komin, táið fangarnir í Mannasál skuldu verða tiknir av lívi. Teir vórðu tá hátíðarliga leiddir til krossin. Hetta gjørdu mannasálingar sjálvir; tí prinsurin segði, at fólkið í staðnum skuldi sjálvt gera tað. ?Tí eg vil,? segði hann, ?síggja, hvussu ídnir mannasálingar mínir, sum nú eru endurloystir, eru at halda orð mítt og gera eftir boðum mínum, so eg fái signað teir, táið teir útinna hetta. Mær toknast at síggja prógv fyri álvara; tí skulu mannasálingar fyrst leggja hond á hesar púkarnar og forkoma teimum.? Og mannasálingar drópu teir eisini, eins og fúrstin hevði boðið. Men táið fangarnir vórðu leiddir til krossin at doyggja tit trúgva ikki, tað baks, ið mannasálingar høvdu við at fáa lívið av púkunum! Tí hesir menn, sum vistu, at teir máttu lata lív, og sum allir bóru í hjartanum miskunnarleyst hatur til Mannasál, tóku mót í seg við krossin og gjørdu har mannasálingum mótstøðu, so at teir vóru noyddir at biðja hershøvdingarnar og bardagamenninar hjálpa sær. Nú hevði hin stóri Alvaldi ein talsmann í staðnum, sum var ógvuliga góður við mannasálingar; hesin maður var hjástaddur, har fangarnir skuldu verða dripnir. Táið hann nú hoyrdi mannasálingar rópa um hjálp, við tað at fangarnir hildu ímóti og vóru so ringir at temja, reistist hann, haðani hann sat, og kom og legði hendur sínar á hendur mannasálinga. Og tá fingu teir krossfest púkarnar, ið høvdu verið Mannasál slíkur pestur, slík sorg og slíkur bági. Táið nú hetta góða verk var útint, kom prinsurin oman at finna mannasálingar, at vitja teir, tala troystarorð til teirra og styrkja hendur teirra í slíkum verki. Hann segði við teir, at av hesum, ið teir høvdu gjørt, hevði hann fingið prógv fyri, at teir elskaðu persón hansara og ikki vildu, at hann skuldi verða vanærdur. Harnæst segði hann eisini fyri at vissa teir um, at teir skuldu ikki verða minnimenn av hesum, og at ei heldur skuldi staður teirra vikna við at missa teir hann segði, at hann skuldi seta teimum ein annan høvdinga, og tað ein av teirra egnu. Hesin høvdingi skuldi vera høvuðsmaður yvir túsund hini nú blómandi Mannasál til eydnu og frama. Síðani rópti hann ein, ið æt Tænari, og gav honum hetta boð: ?Skunda tær niðan í kastalisportrið og spyr har eftir einum, sum nevndur er Royndi, og sum er tænari hjá hinum mæta hershøvdinga Trúgvanda bið hann koma higar til mín!? Sendimaðurin, ið tænti hinum góða Immanuel prinsi, fór tá og segði, sum honum var boðið. Royndi, hin mæti unglingin, stóð júst og bíðaði og hugdi at, meðan hershøvdingin kannaði herlið sítt í kastalisgarðinum og helt venjing við hermonnunum. Tænari segði nú við hann: ?Harri! Prinsur biður teg koma oman til sín alt fyri eitt.? Hann førdi hann tá oman til Immanuel, og hann kom og neig fyri honum. Mannasálingar kendu Roynda væl; tí hann var borin í heim og vaksin upp har í staðnum. Teir vistu eisini, at hann var valamaður og reystmenni og tillíka hyggin í atferð. Eisini var hann vakur og orðkringur, og alt eydnaðist honum, sum hann fór undir at gera. Mannasálingar vóru tí heilt hugtiknir av frøi, táið teir sóu sjálvan prinsin hava slíkt yndi til Roynda, at hann ætlaði at gera hann til høvdinga yvir eini fjøld av teimum. Teir fullu allir sum ein á knæ fyri Immanuel og róptu fegnir: ?Immanuel livi í allar ævir!? Síðani segði prinsurin við hin mæta unglinga, ið nevndur var Royndi: ?Eg havi hildið vera beinast at líta tær til eitt álitsembæti og ein heiðurssess í hesi Mannasál míni.? Og unglingin boygdi høvur sítt og tilbað. ?Eg ætli,? segði Immanuel, ?at seta teg til høvdinga yvir túsund monnum í elskaðu Mannasál míni.? Tá segði høvdingin: ?Kongurin livi!? Nú gav prinsurin við tað sama skrivara kongsins boð, at hann skuldi alt fyri eitt seta saman eina skipan, sum gjørdi Roynda til høvdinga yvir túsund monnum. ?Og lat hana verða borna mær, so eg fái sett innsigli mítt undir hana!? segði hann. Gjørt varð, sum hann beyð; skipanin varð skrivað og borin Immanuel, og hann setti innsigli sítt undir. Síðani sendi hann Tænara við tí til høvdingan. Alt fyri eitt sum høvdingin var innsettur í embæti sítt, læt hann við hornblástri kunngera, at hann tók við sjálvbodnum monnum, og unglingar í hópatali komu til hansara; ja, hinir mætastu og fremstu menn í Mannasál sendu synir sínar at verða innskrivaðar undir skipan hansara. Soleiðis kom Royndi í tænastu Immanuels, Mannasál til gagns. Floksstjóri hansara var ein, ið æt Dugnaligi, og merkisberi hansara var nevndur Gloymseini. Undirhøvuðsmenn hansara nýtist ikki at nevna. Flagg hansara var hitt hvíta merki Mannasálar, og skjaldarmerki hansara var hitt deyða ljónið og hin deyða bjørnin ( Sám. ). Prinsurin fór nú aftur í kongligu høll sína. Táið hann var komin hagar, komu hinir elstu í Mannasál at ynskja honum til lukku. Teir vóru: Vitigi borgarstjóri, Kunnskapur bókari og Vilji. Serliga vildu teir takka honum fyri kærleika, umsorgan og eymu samkenslu hansara, sum hann hevði sýnt Mannasál síni, og sum staðurin til ævigar tíðir skyldaði honum tøkk fyri. Táið nú hesir menn høvdu havt lívsælt samfelag við hann eina stund, søgdu teir honum hátíðarliga farvæl og fóru heimaftur til sín sjálvs. Um hesa tíðina ásetti Immanuel teimum eisini ein dag, táið hann skuldi endurnýggja serrættindi teirra og eisini eyka tey og bøta um ymiskt, sum vantaði á í teimum, so ok Mannasálar kundi gerast tess lættari (Matt. ). Og hetta gjørdi hann óbiðin, frítt og av sínum egna kongliga huga. Táið hann tí hevði sent boð eftir brævinum við hinum gomlu serrættindum teirra og lisið tað, goymdi hann tað burt og segði: ?Tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva? (Heb. ). Og framvegis segði hann: ?Mannasál skal hava onnur serrættindi, betri, nýggj og mangan fastari og tryggari.? Innihald brævsins við hinum nýggju serrættindunum var í stuttum: ?Eg, Immanuel, fúrsti friðarins, sum stórliga elski Mannasál, gevi, veiti og ogni elskaða staði mínum, Mannasál, í navni faðirs míns og av mínum egna mildleika: Fría, fulla og æviga fyrigeving fyri allan órætt og skaða og øll misbrot, ið fólkið har hevur gjørt móti faðir mínum, mær, næsta sínum ella sær sjálvum. Eg gevi mannasálingum heilagu lóg mína og testamenti mítt við øllum, ið tey innihalda, teimum til æviga troyst og uggan. Eg gevi teimum eisini lut í teirri somu náði og góðsku, sum býr í hjarta faðirs míns og mínum. Eg gevi, veiti og ogni teimum frítt heimin og tað, sum honum er í, teimum til gagns. Teir skulu hava tað vald yvir hesum, ið samsvarar við heiður faðirs míns, við dýrd mína og teirra egna gagn. Ja, eg veiti teimum vinningin av lívi og deyða, av tí, sum nú er, og tí, sum kemur. Hesi serrættindi skal eingin annar hava, hvørki staður, bygd ella samfelag, men Mannasál mín eina. Eg gevi og veiti teimum loyvi til altíð frítt at koma til mín í høll míni uppi har ella niðri her og har siga mær frá tí, sum teimum tørvar, og eg gevi teimum harumframt tað lyfti, at eg skal hoyra teir og hjálpa teimum í øllum sorgum teirra. Mannasálingum gevi og veiti eg tað vald, at teir skulu óskert eiga rætt og myndugleika at leita upp, taka á hondum, trælka og oyða allar púkar av øllum sløgum, sum nakra tíð verða sæddir at reika í ella rundan um Mannasál ið hvaðani teir so eru komnir. Framvegis veiti eg monnunum í elskaðu Mannasál míni tað vald, at teir skulu ikki loyva nøkrum útlendingi ella ókunnumanni ella avkomi slíkra at eiga frælsi ella borgararætt í hini elskaðu Mannasál, ei heldur at fáa lut í frálíku serrættindum hennara. Nei, allar gávur, øll serrættindi og alt frælsi, ið eg veiti hini navngitnu Mannasál, skulu ognast eina hinum fornu innføddu og røttu íbúgvum har teimum, sigi eg, og rætta avkomi teirra eftir teir. Men allir púkar skulu vera stongdir úti frá at eiga lut í hesum, veri teir síðani av hvørjum slagi, hvørji ætt ella hvørjum landi og kongaríki, teir vera vilja!? Táið nú Mannasál hevði fingið av hond Immanuels brævið við náðigu serrættindum sínum sum vóru ómetaliga nógv størri, enn sagt er í hesum stutta úrdragi, ið tit her hava lisið vórðu tey gjørd almannakunnig á torginum, har Kunnskapur las tey upp fyri øllum fólkinum. Og táið so hetta var gjørt, varð brævið borið aftur til kastalisportrið og vakurt rist inn í porturshurðarnar har við gyltum støvum, fyri at mannasálingar alt fólkið har altíð kundi síggja hesa innskrift kundi fara hagar og síggja hitt signaða frælsið, ið fúrsti teirra hevði veitt teimum. Hetta skuldi gera gleðina enn størri í hjarta teirra og endurnýggja í teimum kærleikan til hin stóra og góða Immanuel teirra. Men lítið duga tit at hugsa tykkum ta gleði, troyst og uggan, ið nú fylti hjarta fólksins í Mannasál. Klokkurnar ringdu, skøldini sungu, fólkið dansaði, hershøvdingarnir hevjaðu fagnaðarróp, fløggini blaktraðu fyri vindinum, og silvurhornini vórðu blásin. Púkarnir vóru nú glaðir við at fáa fjalt høvd síni; teir vóru líkir teimum, ið langt síðani eru deyð. partur Men ein maður var í Mannasál, sum æt Holdstryggi; hesin maður voldi, at staðurin kom í ræðuligan og syndarligan trældóm, eftir at øll henda mikla miskunn var sýnd honum. Hetta er í stuttum ein frásøgn um hann og gerðir hansara: Táið Gamli Ormur av fyrstu tíð legði Mannasál undir seg, hevði hann við sær hagar stóra mongd av púkum, monnum av sama slagi, sum hann var sjálvur. Ein av hesum púkum var nevndur Erpni; hesin maður var ovurhonds kátur; eingin var kátari enn hann teirra millum, sum tá vóru valdsharrar í Mannasál. Táið Gamli Ormur varð varur við, at Erpni var ágrýtin og djarvur maður, setti hann hann at útinna mong váðaverk, sum hann fekk betur í lag og harra sínum meiri til vildar, enn flestir, ið við Gamla Ormi vóru komnir úr avgrundini, vóru førir fyri. Við tað at nú Gamli Ormur sá, at Erpni var honum góður ørindasveinur, veitti hann honum hægri embæti, so at hann varð næstur Vilja í valdi Vilja hava vit jú skrivað nógv um áður. Vilji var eisini á teimum døgum sera væl nøgdur við Erpna og tað, sum hann avrikaði, og gav honum dóttur sína, Óttaleysu, til konu. Við Óttaleysu fekk Erpni henda sonin, Holdstrygga. Og hetta sjáldsama bland, sum tá var í Mannasál, voldi, at tað mangan var torført at kenna hinar innføddu og hinar innfluttu at. Tí Holdstryggi var í móðurættini abbasonur Vilja, men faðir hansara var ein av púkunum. Nú, hesin Holdstryggi bregðaði nógv til foreldur síni; hann var erpin, og hann óttaðist einki. Eisini var hann ein ógvuliga ágrýtin maður. Var onkuntíð okkurt á vási í Mannasál: Okkurt nýtt, onkur læra, onkur broyting ella tos um broyting kundi tú vera vísur í, at Holdstryggi var annar tráðurin. Men líka vísur kundi tú eisini vera í, at hann segðist undan teimum, sum hann helt vera hin veikara partin, og var altíð í parti við teimum, sum hann helt seg kunna ætla, stóð til vinningar. Táið hin stóri Alvaldi og Immanuel, sonur hansara, komu í hernað við Mannasál, at taka staðin, var hesin Holdstryggi júst staddur har. Hann virkaði óføra nógv millum mannasálingar, styrkti teir í uppreistri teirra og fekk narrað teir at herða seg og halda ímóti heri kongsins. Men táið hann sá, at Mannasál var tikin og komin undir vald hins dýrdliga prins Immanuels, og táið hann eisini sá, hvørja lagnu Gamli Ormur fekk, hvussu hann varð rikin frá ræðinum og noyddist at fara úr kastalinum, stórliga vanærdur og skemdur, og at hershøvdingar við hermonnum og bardagatólum settu allan staðin og bóru inn í hann nøgd av mati og øðrum, sum tørvaði hvat gjørdi Holdstryggi tá! Jú, hann var snildur og fór í annan búna; nú lætst hann at vilja berjast fyri hin góða prins móti fíggindum hansara, eins og hann áður hevði barst fyri Gamla Orm móti prinsinum! Og táið hann so hevði fingið nakað av leysligum kunnleika um Immanuel og tað, sum honum viðvíkti, vágaði hann sær at leita í felagsskap við hinar menninar í staðnum og práta, eins og hann var líki teirra tí hann var ósmæðin! Nú visti hann, at Mannasál var ógvuliga sterk, og at íbúgvunum mátti dáma væl, at hann reypaði av veldi og dýrd teirra. Hann byrjaði tí altíð tos sítt við, hvussu sterkur og veldigur staður Mannasál var; ógjørligt var at taka hann, gjørdi hann av. Nú rósti hann hershøvdingum, múrbrótarum og sleingjum staðarins, nú reypaði hann av, hvussu væl hann var víggirdur, og av verndarvirkjum hansara, og nú tosaði hann um trygd fólksins, sum hevði lyfti prinsins um, at Mannasál skuldi eiga lukku í allar ævir. Og við tað at hann sá, at summir mannasálingar vórðu dáraðir av tosi hansara, og at teimum dámdi tað væl, gav hann á; hann rankaði hús úr húsi í hvørji gøtu og tosaði við hvønn mann. Á henda hátt fekk hann til endans mannasálingar at dansa eftir pípu síni og gerast nærum líka holdsliga tryggar, sum hann var sjálvur. Teir gingu frá práti til at halda veitslur og annan stuttleika og síðani enn longri á somu leið. Immanuel var enn í Mannasál, og hann var vísur og sá tilgongdina. Eisini Vitigi, Vilji og Kunnskapur vórðu dáraðir av tí, sum hesin púkin, Holdstryggi, prátaði og tvætti; teir gloymdu, at prinsur teirra hevði áður varað teir við at ansa sær, so teir vórðu ikki fangaðir av sleiskum orðum, ið púkarnir talaðu. Hann hevði eisini sagt teimum, at trygd hins nú blómandi staðar Mannasálar stóð ikki so mikið í tí, at hann nú var víggirdur og hevði her og vápn, men í tí, at íbúgvarnir nýttu tað rætt, sum teimum var givið, fyri at Immanuel kundi toknast framvegis at búgva í kastali teirra. Tí Immanuels hin beina læra var, at mannasálingar skulu varða seg fyri at gloyma kærleika faðirs hans og hansara, eisini, at teir skuldu vera smáir í sær sjálvum og á tann hátt verða verandi í hesum kærleika. Men hetta var ikki leiðin at gera eftir hesi læru at teir vórðu so góðir við ein av púkunum, og tað haraftrat við ein slíkan sum Holdstrygga, og lótu hann leiða seg higar og hagar. Nei, teir áttu at lurtað eftir prinsi sínum, óttast hann, elskað hann og steinað henda óargaskálk til deyða. Teir áttu at varðað seg og gingið leiðirnar, ið prinsur teirra hevði fyriskrivað teimum; tí tá hevði friður teirra verðið sum áin, og rættvísi teirra sum havsbylgjurnar (Es. ). Táið nú Immanuel sá, at hjarta mannasálinga við svikabrøgdum Holdstrygga gjørdist kalt við hann, og kærleiki teirra til hansara minkaði sum sást av gerðum teirra, græt hann fyrst um teir og eymkaði støðu teirra; hann sendi Talsmann sín til teirra við hesum boðum: ?Á, hevði fólk mítt viljað lurtað eftir mær, høvdu mannasálingar viljað gingið á leiðum mínum! Eg skuldi føtt teir við bestu hveiti, mettað teir við hunangi úr klettinum? (Sálm. ). Síðani segði hann í hjarta sínum: ?Eg skal fara leið mína, fara aftur til stað mítt, inntil teir ganga við, at teir eru sekir? (Hos. ). Hann so gjørdi; og grundin fyri, at hann vendi teimum bakið, var, at mannasálingar vildu einki vita av honum sum gjøllari skal verða greitt frá her. Teir løgdu at av vitja hann, soleiðis sum teir høvdu verið vanir; teir komu ikki í kongshøll hansara sum áður. Teir løgdu líka í tað gjørdi teimum ikki mun um hann kom at vitja teir ella ikki. Kærleiksmáltíðirnar, ið teir høvdu verið vanir at halda saman við prinsinum, løgdu teir einki í, komu ikki, tóat hann læt borðreiða og beyð teimum, og høvdu onga gleði av teimum. Teir bíðaðu ikki eftir ráðum hansara, men byrjaðu at gerast harðvunnir og fullir av sjálvsáliti og hildu, at nú vóru teir sterkir og óvinnandi, at Mannasál var tryggur staður, sum eingin fíggindi kundi gera nakað at støða hansara var óbroytandi í allar ævir. partur Nú, sum sagt er, Immanuel varð varur við, at mannasálingar við svikum Holdstrygga viku burtur frá at vera honum undirgivnir og faðir hansara við honum og gjørdust í staðin fyri hugtiknir av gávum hans og faðirs hansara. Sum eg segði, fyrst græt hann um støðu teirra; síðani tók hann til ráða at gera teimum greitt, at leiðin, teir høvdu tikið, var vandamikil. Hann sendi Talsmann til teirra at sýta teimum at ganga slíkar leiðir. Men báðar hinar fyrstu ferðirnar hesin maður kom at hitta teir, vóru teir til døgurða hjá Holdstrygga. Hetta voldi Talsmanni sorg, og hann fór leið sína; tí hann skilti, at teir vildu ikki so mikið sum tala við hann um tað, sum var teimum til bata. Og táið hann segði Immanuel frá tilgongdini, gjørdist prinsurin bæði vreiður og sorgarbundin og gjørdi seg til at fara aftur til hirð faðirs síns. Og hann fór burt frá Mannasál á henda hátt sum eg havi sagt áður Longu áðrenn hann enn var farin úr Mannasál, helt hann seg meiri fyri seg sjálvan enn áður og kom ikki so mikið á tal við fólkið. Og hitti hann íbúgvarnar, var tala hansara ikki so blídlig og kunnuglig nú sum frammanundan. Ei heldur sendi hann, sum hann hevði verið vanur, fólkinum í Mannasál nýtiligar rættir frá borði sínum. Og táið íbúgvarnir komu at hitta hann tí tað gjørdu teir av og á var hann ikki so góður at koma á tal við, sum hann hevði verið áður. Teir vóru nú noyddir at banka uppá bæði eina ferð og tvær ferðir, og hann lætst, sum hann hoyrdi ikki hann, sum fyrr var vanur at leypa á føtur og koma rennandi ímóti teimum og leggja teir inn at hjarta sínum, við tað sama sum hann hoyrdi teir koma. Á henda hátt var Immanuel nú, og við at vera so hevði hann í huga at fáa fólkið at aftra seg og venda við aftur til sín. Men teir løgdu sær tað tíverri ikki á hjarta, teir skiltu ikki leiðir hansara, teir løgdu líka í. Henda atferð hansara rørdi teir ikki, og líka lítið hini livandi minni um góðsku hansara fyrr. Hvussu gjørdi hann tá? Jú, hann fór loyniliga frá teimum, fyrst úr høll síni, so oman at portri staðarins og síðani út úr Mannasál inntil teir gingu við, at teir vóru sekir, og søktu ásjón hansara (Hos. ). Gudsfriður gav seg eisini frá starvi sínum og vildi ikki virka longur í Mannasál, sum standurin var har í løtuni. Á henda hátt var atburður teirra Immanuel ímóti, og hann lønti teimum líka fyri líka og stóð teimum ímóti ( Mós. ). Og nú vóru teir tíverri so herdir á leið síni og høvdu so tikið eftir læru Holdstrygga, at tað gjørdi teimum ikki mun, at prinsurin fór avstað, og teimum kom hann ikki í hug, táið hann var farin. Hann var tí, sum vituligt, hvørki syrgdur ella saknaður. So var tað, ein dagin Holdstryggi gamli aftur helt veitslu fyri mannasálingum. Tá var í staðnum ein maður, ið æt Gudsótti, lítið virdur nú, tóat hann áður hevði verið í miklum metum. Holdstryggi gamli ætlaði, um gjørligt var, at spilla og tola henda mann, eins og allar hinar, og villa hann av leið; hann beyð tí honum við í veitsluna saman við hinum grannunum. Táið dagurin var komin, gjørdu teir seg til, og Gudsótti kom í veitsluna saman við hinum gestunum. Teir vórðu nú allir settir til borðs og ótu og drukku og vórðu kátir allir uttan hesin eini, Gudsótti; hann sat har sum ein ókunnumaður, leskaði einki og var ikki kátur. Táið Holdstryggi varð varur við hetta, vendi hann sær til hansara og segði hesi orð: ?Veit tær ikki væl við, Gudsótti? Tú tykist annaðhvørt vera sjúkur ella tungur í huga ella bæði. Eg eigi ein dropa av góðum slagi, sum Góðgloymari hevur blandað. Fá tær upp í glasið av tí! So fer tær at vita betur við, og tú verður í góðum lagi, og so fert tú eisini at hóska betur í hesum káta vinalagi.? Men hin góði Gudsótti gamli svaraði honum fólkaliga: ?Eg takki tær fyri allan blíðskap og alt vinsemi; men eg skal einki hava at drekka frá tær. Men eg havi nakað at siga við hinar innføddu mannasálingar: Tit, hinir elstu og mætu í Mannasál! Mær tykir løgið at síggja tykkum so glaðar og kátar, nú støða Mannasálar er so syndarlig.? Nú segði Holdstryggi: ?Tú manst vera illa svøvntur, hugsi eg, góði vinur! Legg teg eina løtu, um tú vilt, og dúra eitt sindur! So skulu vit halda okkum á gamni so leingi.? Men hin góði Gudsótti svaraði: ?Hevði vetið av sannleika verið í hjarta tínum, var atburður tín ikki, sum hann hevur verið og er.? ?Hví tá?? spurdi Holdstryggi. Gudsótti: ?Ger so væl og lat meg tosa meg lidnan! Tað er satt, at Mannasál var sterkur staður, í summum førum ótakandi; men tit, mannasálingar, hava gjørt hann veikan, so at hann nú er fíggindum sínum til spott. Nú er ikki tíð at sleiska, ei heldur at sita tigandi! Tað er tú, Holdstryggi, sum við svikum hevur lagt staðin beran og volt, at hann hevur mist dýrd sína. Tú hevur rivið niður torn hansara, brotið portur hansara og spilt lás og lokur hansara. Og eg skal málbera meg greidligari: Síðani hinir mætu í Mannasál eru vorðnir so væl við teg síðani tá er tað, staðurin er vorðin veikur, so at nú tykist vera úti við honum. Vil onkur siga, at eg tali ikki satt, svari eg honum við hesum spurningi og øðrum tílíkum Hvar er Immanuel prinsur? Nær varð hann seinast sæddur av manni ella kvinnu í Mannasál? Nær hoyrdu tit frá honum seinast? Hvussu langt er, síðani tit smakkaðu nakran nýtiligan rætt frá honum? Og nú halda tit veitslu við hesum púkaskrímsli; men hann er ikki fúrsti tykkara. Tí sigi eg: Høvdu tit varðað tykkum, kundi eingin fíggindi uttanífrá gjørt tykkum til rán; men tit hava syndað móti prinsi tykkara, og tí eru fíggindar tykkara innanífrá vorðnir tykkum ov sterkir.? Nú segði Holdstryggi: ?Illavorðið, Gudsótti, illavorðið! Nær fert tú at leggja av at vera ræddur? Óttast tú fyri, at ein smáfuglur skal saka teg? Hvør hevur gjørt tær nakað! Sært tú, eg eri samsintur við teg! Bert ert tú ov ræddur; mær líkar bert at hava gott mót. Og harumframt heldur tú, ein eigur at vera sorgarbundin, nú ein gleðimáltíð er tilgjørd! Hví leikar tú so í nú við stúrnum orðum, tær sjálvum til skomm og okkum til bága nú tú átti at etið og drukkið og verið kátur?? Men Gudsótti svaraði uppaftur: ?Má eg ikki vera stúrin, nú Immanuel er farin úr Mannasál! Eg sigi aftur: Hann er farin, og tú ert maðurin, ið hevur rikið hann burt. Ja, hann er farin og hevur ikki so mikið sum sagt hinum fremstu monnum Mannasálar frá. Er hetta ikki merki upp á vreiði hansara, so veit eg einki um, á hvønn hátt gudsótti virkar! Og nú, tit góðu menn og harrar tí tað er við tykkum, eg tali, enn sum áður við tað at tit so við og við vendu tykkum frá prinsi, eggjaðu tit hann til alt meir og meir at venda sær frá tykkum. Tað er nakað síðani, hann byrjaði at gera tað fyri at vita, um tað mundi fara at fáa tykkum at aftra tykkum og av nýggjum eyðmýkja tykkum. Men við tað at hann sá, at eingin gav gætur ella tók sær at hjarta hesa øgiligu byrjan vreiði og dóms hansara, so rýmdi hann úr hesum staði; tað sá eg sjálvur. Og meðan tit nú reypa, er máttur tykkara farin; tit eru líkir manninum, ið hevði mist hárið, sum áður hevði hingið honum niður á herðarnar (Dóm. ). Tit og hann, sum tit halda veitslu við, kunnu nú látast sum einki og hugsa, at tit skulu vera sum áður (Dóm. ); men við tað at tit einki eru mentir, táið tit eru skildir frá prinsi (Jóh. ), og hann er farin frá tykkum, so vendið látur tykkara í sorg, og verðið tungir og ikki glaðir!? (Ják. ). Hin undirskipaði prædikarin, Samvitandi gamli, hann, sum í forðum var bókari í Mannasál, varð nú kløkkur av tí, sum sagt varð, og fór at geva tí viðhald. Hann segði: ?Brøður mínir! Eg óttist fyri, at Gudsótti sigur satt, tað er álvara; eg fyri mín part havi ikki sæð prins í langa tíð. Eg dugi nú ikki at minnast dagin, og ei heldur fái eg svarað Gudsótta á tað, sum hann spyr. Men eg eri í iva, um væl veit við í Mannasál ja, eg óttist fyri, at tað er minni enn so!? Gudsótti: ?Og eg veit at siga tær, at tú hittir ikki prins í Mannasál; tí hann er farin haðani, farin, ja, og hinir elstu bera skuldina fyri tað; tí teir løntu honum við ótolandi kærleiksloysi fyri náði hansara.? Hesi orð tóku Samvitanda so dygt, at hann sá út, eins og hann fór at falla deyður niður, sum hann sat við borðið. Og somuleiðis allir, ið hjástaddir vóru, teir vórðu bleikir sum lík uttan Holdstryggi, húsbóndin. Tó komu teir eitt sindur fyri seg aftur; men teir vóru allir samsintir um at trúgva tí, sum Gudsótti segði. Teir fóru tí at samráðast um, hvat best mundi vera at gera, bæði við mannin, ið teir vóru gestir hjá, tí hann hevði lokkað teir til tað, sum ilt var, og fyri at vinna kærleika Immanuels aftur. Holdstryggi var nú rýmdur inn í eina aðra stovu fyri seg sjálvan; tí honum dámdi ikki, táið menn gjørdust so tunglyndir. Og nú kom tað ógvuliga heitt fram fyri teir, tað, sum prinsur teirra hevði sagt, tað, sum hann hevði biðið teir gera við lygiprofetarnar, sum fóru at stíga fram og villa mannasálingar. Og við tað at teir hildu, at Holdstryggi mátti vera ein slíkur, tóku teir hann og brendu hús hansara upp yvir honum; tí eisini hann var av náttúru púki. Táið hetta var gjørt og yvirstaðið, skundaðu teir sær at vita, um teir sóu ikki Immanuel, prins sín; teir leitaðu eftir honum, men funnu hann ikki. Hetta staðfesti teir enn meir í, at tað var satt, sum Gudsótti hevði sagt, og teir byrjaðu eisini av álvara at hugsa um seg sjálvar og skammiliga, gudleysa atburð sín; tí teir vóru nú komnir til tað úrslit, at teir høvdu volt, at fúrsti teirra var farin frá teimum. Teir samdust nú um at fara til Talsmann hann, ið teir frammanundan ikki høvdu viljað hoyrt, og sum teir høvdu volt sorg við atburði sínum og fáa at vita frá honum tí hann var profetur hvar Immanuel var, og hvussu teir skuldu fáa sent honum eitt bønarbræv. Men Talsmaður vildi ikki fagna teimum til ráðagerð hesum viðvíkjandi, og hann gav ikki loyvi til, at teir komu inn í hina kongligu høll, har hann búði. Ei heldur vildi hann koma út og lata teir síggja seg ella tala við teir. Hetta var nú mannasálingum ein dapur og myrkur dagur, ein dagur við skýggjum og dimmi. Nú sóu teir, hvørjir dárar teir høvdu verið, og byrjaðu at skilja, hvat felagsskapur teirra við Holdstrygga og prát hansara hevði avrikað, og tann óbótaliga skaða, ið svarv hansara hevði volt neyðar Mannasál. Og hvørja vanlukku tað mundi fara at leiða oman yvir teir enn, vistu teir einki um. Menninir í staðnum byrjaðu nú aftur at hava virðing fyri Gudsótta, ja, teir vóru at at halda hann vera profet. Táið sunnudagur varð, fóru teir at lurta eftir hinum undirskipaða prædikaranum, Samvitanda. Men hvør líkur var hann ikki toru og snarljósi henda dag! Tekstur hansara var úr bók Jónasar profets: ?Tey, sum halda seg til tómar avgudar, venda Miskunn síni bakið? ( ). Men slíkur máttur og myndugleiki var í hesi prædiku, og so mótfalnir vóru mannasálingar á at líta henda dag, at tess líki sjáldan var hoyrdur ella sæddur. Menninir vóru nóg illa førir fyri at vinna upp hús, táið prædikan var liðug, og mundu ikki fingið í lag at arbeiða vikuna eftir. Prædikan hevði hitt teir so meint, og við at raka teir hevði hon vakt í teimum slíkan hug at hoyra meir, at teir vistu ikki, hvat teir skuldu gera. Prædikarin ikki bert vísti mannasálingum á synd teirra, men bivaði undir kensluni av síni egnu, har hann stóð fyri teimum, og rópti í heilum, meðan hann prædikaði: ?Vanlukku maður, ið eg eri, at eg skuldi gera slíka illgerð! Eg, ein prædikari, sum prinsur setti at læra mannasálingar lóg sína at eg kortini skal sjálvur hava livað her í skilaloysi og sum ein drykkjumaður og verða ein hin fyrsti, sum var funnin sekur í misbroti! Og so varð hetta misbrot gjørt, júst har sum eg var settur til lærara! Eg, sum átti at hevja rødd mína móti tí, sum ilt var, eg læt mannasálingar válka sær í syndini, inntil hon hevði rikið Immanuel út um mark staðarins!? Og fyri hetta sama klagaði hann eisini allar stórmenninar og hinar mætu í Mannasál, inntil teir vóru nærum frá sær sjálvum. Um hesa tíðina gekk eisini ein ring sjúka í Mannasál, og flest øll vóru ógvuliga vánalig av henni. Ja, um tað so vóru hershøvdingarnir og bardagamenninir, komu teir upp í einki av hesi sjúku, og leingi var, áðrenn teir komu aftur fyri seg. Um tí nú fíggindar høvdu herjað á, høvdu hvørki herliðið ella borgararnir kunnað gjørt munagóða mótstøðu. Á tey bleiku andlit, tær veiku hendur, tey skinklandi knø slíkt treyt ikki! Og hvør mangur maður sást ikki nú ganga máttleysur og krúpa á gøtum Mannasálar! Her suffaðu menn, har grótu teir, og har yviri lógu aðrir og vóru um at svíma. Eisini vóru klæðini, sum Immanuel hevði givið teimum, syndarliga illa farin; tey vóru rivin og skrædd og øll líka skitin. Summum skopaðu klæðini so uttan á, at tað sá út, sum greinin á einum runni kundi havt tey av teimum, kom hann fastur í tey. Táið teir eina tíð høvdu verið í hesi syndarligu og hjálparleysu støðu, læt Samvitandi boða almennan føstudag, at teir skuldu eyðmýkja seg, fyri tað at teir høvdu borið seg so illa at við hin mikla Alvalda og son hansara. Samvitandi vildi eisini hava Toruson hershøvdinga at halda eina prædiku. Hetta játtaði Torusonur at gera. Hin ásetti dagurin kom, og tekstur hansara var: ?Høgg tað niður! Hví skal tað aftrat gera jørðina ónýta?? (Luk. ). Og prædikan, hann helt har, var eisini hvøss, so tað munti. Fyrst vísti hann teimum, hví hesi orð vórðu søgd, nevniliga tí fikutræið var ávakstarleyst. Síðani greiddi hann frá tí, sum orðini kravdu: Umvending ella fullkomiliga oyðing. Og hann læt teir eisini fáa at vita, at tað var Alvaldi sjálvur, ið hevði felt henda dóm hin eini, sum hevði myndugleika til tess. Seinast prógvaði hann teimum, at dómurin var rættvísur, og so endaði hann prædiku sína. Men hann hevði hitt neyðar mannasálingar so meint við útlegging síni, at teir nøtraðu. Bæði henda prædikan og hin fyrra høvdu havt mikla ávirkan á hjørtu teirra. Og henda seinna hjálpti væl til at forða, at teir sovnaðu aftur, sum hin hevði vakt. Um allan staðin var tí nú lítið og einki at hoyra og síggja uttan sorg, grátur og veiróp. Eftir prædikuna komu menn saman at ráðleggja um, hvat best var at gera. Men tað segði Samvitandi, at hann tók onga avgerð einsamallur; hann mátti samráðast við Gudsótta, granna sín. ?Tí,? segði hann, ?Gudsótti skilti áður betur enn vit hug fúrsta okkara, og hvør veit, um hann skilir hann ikki betur nú við, nú vit venda við aftur til tað, sum rætt er!? Teir sendu tí boð eftir Gudsótta, og hann kom við tað sama. Hann varð biðin at siga, hvat hann framvegis helt vera best hjá teimum at gera. Hin gamli skilamaðurin svaraði: ?Eg haldi, at mannasálingar eiga nú í neyð síni at skriva eitt eyðmjúkt bønarbræv og senda Immanuel, prinsi sínum, tað, honum, ið teir hava eggjað til vreiði. Tit eiga at biðja hann í mildleika og náði síni koma aftur til tykkara og ikki verða verandi vreiður við alla.? Táið mannasálingar hoyrdu hesi orð, samdust teir allir sum ein at gera eftir ráðum hansara. Teir skrivaðu tí alt fyri eitt bønarbrævið. Men nú mátti verða gjørt av, hvør ið skuldi fara við tí. Endin varð, at teir komu allir ásamt um at senda Vitiga, borgarstjóran. Hann gav seg til og fór at búgva seg út til ferðina, fór síðani og kom til hirð Alvalda, hagar Immanuel, fúrsti Mannasálar, var farin. Men portrið var stongt, og sterk vakt varð hildin við tað. Vitigi var tí noyddur at standa væl leingi uttanfyri. Tá bað hann um, at onkur skuldi fara inn til prinsin og siga honum, hvør ið stóð fyri portrinum, og hvørji ørindi hansara vóru. Ein fór nú og segði Alvalda og Immanuel, soni hansara, at Vitigi, borgarstjóri Mannasálar, stóð uttan fyri portrið til hirð kongsins og bað um loyvi at hitta prinsin, son kongsins. Hesin segði eisini bæði Alvalda og soni hansara, Immanuel, hvørji ørindi borgarstjórans vóru. Men prinsurin vildi ikki koma oman og gav heldur ikki loyvi til, at portrið varð latið Vitiga upp; nei, hann sendi honum so ljóðandi svar: ?Bakið og ikki andlitið hava teir vent mær! Men í vanlukkutíð síni, tá siga teir: ?Reis teg og hjálp okkum!? (Jer. ). Men kunnu teir ikki nú fara til Holdstrygga, sum teir fóru til, táið teir vendu sær frá mær, og fáa hann at leiða seg, stjórna sær og verja seg, nú teir eru í neyð? Hví koma teir til mín, nú teimum veit illa við, teir, sum vendu mær bakið, táið teimum gekst væl?? Hetta svar gjørdi Vitiga kløkkan, og tað til lítar; hann kendi seg í váða og soraðan sundur og visti hvørki út ella inn. Nú byrjaði hann at síggja úrslitið av, at teir høvdu verið vinmenn við púkar, slíkar sum Holdstrygga. Táið hann sá, at sum var, kundu hvørki hann ella vinir hansara í Mannasál vænta sær mikla hjálp við hirðina, sló hann seg fyri bróstið og fór grátandi heimaftur; allan vegin gramdi hann seg um ta syndarligu støðu, Mannasál var komin í. Táið hann nú var komin so mikið nær, at hann sást úr staðnum, fóru hinir elstu og allir mannasálingar oman at portrinum ímóti honum at heilsa honum og vita, um honum hevði gingið væl við hirðina. Men hann segði teimum søgu sína so syndarliga, at teir fóru allir at rópa, gremja seg og gráta. Teir stroyddu øsku og mold á høvd síni, gyrdu seg við syrgibúna og gingu grátandi um allan staðin. Táið hitt fólkið har sá hetta, grótu tey øll og gramdu seg. Hetta var tí Mannasál ein neyðar revsingar og vanærudagur (Es. ) og mikil vanlukkudagur við. Táið ein tíð var umliðin, og hin fyrsti hvøkkurin hevði javnað seg eitt sindur, hildu teir aftur fund at samráðast um, hvat meir kundi verða gjørt, og eisini hesa ferð spurdu teir hin æruverda Gudsótta, hvat hann helt. Hann segði við teir, at teir kundu onga frægari leið taka enn hana, teir høvdu roynt. Men hann helt ikki, at teir heilt skuldu missa mótið, fyri tað at so illa hevði gingist við hirðina; nei, ikki, um so fleiri bønarbrøv frá teimum einki svar fingu uttan tøgn ella revsandi orð. ?Tí,? segði hann, ?hin vísi Alvaldi er vanur at gera so fyri at læra menn at bíða og vera tolnar; og teimum, sum neyðstaddir eru, sømir at vilja bíða, inntil tíð hansara kemur.? Hetta gav teimum nýtt treyst, og teir sendu ein sendimannin fyri og annan eftir; nú var ikki so mikið sum ein dagur, nei, ikki ein tími, uttan ein á vegnum millum Mannasál og hirð Alvalda kongs kundi hitta onkun, sum á rossabaki og við hornblástri helt avstað við einum bønarbrævi um, at prinsurin skuldi hjálpa Mannasál og koma aftur hagar. Sum eg sigi, allar staðir á vegnum vóru sendimenn at síggja á leið burtur ella aftur og hittandi hvør annan; ein var á veg frá hirðini til Mannasálar, og ein hin vegin. Hetta var stríð Mannasálar allan henda langa, kalda, ilskliga og troyttandi vetur. Nú veit eg ikki, um tit kanska hava gloymt tað, sum eg áður havi sagt tykkum frá, at eftir at Immanuel hevði tikið Mannasál, ja, eftir at hann hevði nýskipað viðurskiftini í staðnum, vórðu verandi eftir ymsar staðir í avkrókum samfelagsins mangir av hinum gomlu púkunum, sum annaðhvørt vóru komnir við harðstjóranum, táið hann herjaði á staðin og tók hann, ella við ólógligum blandi vórðu bornir í heim og uppfostraðir har. Hesir hildu til í holum, hellum og øðrum loynikrókum, helst í, undir ella rundan um múrin um Mannasál. Summir av hesum púkum vóru nevndir: Siðleysi, Horkallur, Manndrápari, Illsinti, Holdslystur, Svikafulli, Øvundsjúki, Gudsspottari og so hitt ræðuliga illmennið Gírigi gamli, eitt satt skaðadýr. Eg segði tykkum tað áður, hesir og mangir aðrir hildu enn til í Mannasál, og tað eftir at Immanuel hevði rikið fúrsta teirra, Gamla Orm, burt úr kastalinum. Hin góði prinsur hevði álagt Vilja og øðrum, ja, øllum mannasálingum, at leita eftir hesum púkum, taka teir, seta teir fastar og oyða teir, hvønn og ein, ið teir kundu fáa hendur á, við tað at teir av náttúru vóru púkar, fíggindar prinsins, og høvdu í huga at forkoma Mannasál, hinum signaða staði. Mannasálingar gjørdu kortini ikki eftir hesum boði; teir lótu vera at leita eftir hesum púkum, taka teir, seta teir fastar og oyða teir. Hvat gjørdu tí nú hesi illmenni! Jú, teir hættaðu sær, sum frá leið, at stinga høvdini fram aftur og gingu líka millum aðrar menn, eins og einki hevði verið. Mær er enntá sagt, at summir mannasálingar gjørdust ov kunnigir við nakrar av púkunum, samfelagnum til sorg sum tit skulu fáa at frætta meiri um á tíð síni og staði sínum. Nú; táið púkarnir, sum eftir vóru, fingu at vita, at mannasálingar við at synda høvdu eggjað Immanuel, fúrsta sín, til vreiði, so at hann var farin úr staðnum og rýmdur frá teimum, hvat gjørdu teir tá! Teir ráðløgdu um at forkoma Mannasál. So hildu teir einaferð fund, har ein, ið æt Óreini, og sum eisini var ein púki, hevði høli sítt. Har løgdu teir saman ráð, hvussu teir aftur kundu geva Mannasál Gamla Ormi upp í hendur. Summir hildu nú eini ráð vera best, summir eini onnur, hvør eftir sum lyndi hansara var. Men endin varð, at Holdslystur spurdi, um ikki best mundi vera, fyrst av øllum, at summir av púkunum, sum vóru í Mannasál, vágaðu sær at bjóða seg fram til tænarar hjá nøkrum av hinum innføddu í staðnum. ?Tí,? segði hann, ?gera teir hetta, og mannasálingar taka av, kunna teir koma at útinna, at tað verður okkum og Gamla Ormi, harra okkara, lættari at taka staðin, enn tað annars hevði verið.? Men nú steig Manndrápari fram og segði: ?Hetta ber ikki til at gera nú; tí mannasálingar eru ikki illir, men óðir, um tað, at vinmaður okkara Holdstryggi longu hevur fingið teir í snerruna og volt, at teir hava eggjað prins sín til vreiði. Og hvussu skuldu teir betur kunnað gjørt seg væl kendar hjá harra sínum enn við at koma til hansara við høvdunum av hesum monnum! ( Sám. ). Haraftrat vita vit, at mannasálingar hava fingið boð um at taka okkum og drepa okkum, har teir hitta okkum. Latum okkum tí vera snildar sum revar! Táið vit hava latið lív, kunnu vit ongan skaða gera teimum; men eru vit á lívi, kann tað eydnast okkum.? Táið teir soleiðis høvdu tosað aftur og fram um hetta mál, komu teir allir ásamt um, at eitt bræv skuldi alt fyri eitt verða sent Gamla Ormi í nøvnum teirra. Í hesum brævi skuldu teir siga honum, hvussu støða Mannasálar var, og hvussu staðurin hevði komist í ónáð hjá prinsi sínum. ?Eisini kunnu vit,? søgdu summir, ?siga honum frá ætlan okkara og spyrja, hvat hann heldur um hetta.? Teir settu nú alt fyri eitt saman eitt bræv við hesum innihaldi: ?Til Gamla Orm fúrsta, stóra harra okkara, sum býr har niðri í avgrund Helvitis. Á stóri faðir, veldigi fúrsti, Gamli Ormur! Vit, hinir sonnu púkarnir, sum enn eru eftir í Mannasál, uppreistrarstaðnum, vit, ið tú hevur gjørt til tað, sum vit eru, vit, ið hendur tínar veita alt, sum okkum tørvar vit kunnu ikki standa nøgdir og tigandi og síggja tað, sum í dag fer fram: Tú verður lastaður, háðaður og útspiltur av monnunum í hesum staði. Og tað er okkum bæði sorg og mikil skaði, at tú nú hevur verið so leingi burturstaddur. Grundin fyri, at vit skriva til harra okkara, er, at vit hava ikki heilt ongar vónir um, at hesin staður eina ferð enn kann gerast bústaður tín. Ógvuliga kalt er vorðið millum mannasálingar og Immanuel, prins teirra. Immanuel er rýmdur frá teimum, og tóat teir senda eini boðini fyri og onnur eftir til hansara at koma aftur, vinna teir kortini einki við tí og fáa ikki so frægt sum eitt blídligt orð frá honum. Eisini hevur fyri kortum gingið ein ógvuliga ring sjúka í Mannasál; nógv fólk er sjúkt og veikt enn, ikki bert millum hini fátæku í staðnum, men eisini millum stjórarnar, hershøvdingarnar og hinar frægastu aðalbornu. Bert vit, sum av náttúru eru púkar, okkum veit væl við, vit liva væl og eru sterkir. Við tað at mannasálingar bæði hava gjørt slíkt stórt misbrot og samstundis eru herjaðir av hesi vandamiklu sótt, halda vit, at lítið er fyri hjá tær at taka staðin, um tú leggur á hann. Um tað tí toknast tær og hinum høgu fúrstum, ið hjá tær eru, at koma og við øgiligu svikabrøgdum tykkara gera eina roynd enn at taka Mannasál, sig okkum frá, og vit skulu royna, alt vit eru mentir, at standa til reiðar at geva tær staðin upp í hendur. Men skuldi tú, faðir, ikki hildið hesi ráð okkara verið hini bestu og beinastu, lat okkum vita vilja tín við nøkrum fáum orðum, og vit skulu seta lívið og alt, ið vit eiga, í váða fyri at gera eftir vilja tínum. Eftir gjølla at hava kannað hetta mál á fundi heima hjá Óreina, sum enn er á lívi og býr í Mannasál, staðnum, ið vit so fegin vilja eiga, hava vit skrivað undir hetta bræv, dagin, sum omanfyri er nevndur.? Táið Vanheilagi, sum sendur varð við brævinum, var komin at fjallinum, har Helvitislið er, bankaði hann á koparportrini og bað lata sær upp. Tríhøvdahundur, sum helt vakt við portrið, læt upp, og Vanheilagi flýddi honum brævið, sum hann var komin við frá púkunum í Mannasál. Tríhøvdahundur fór inn við tí og bar Gamla Ormi, harra sínum, tað; hann segði: ?Tíðindi úr Mannasál, harri mín, frá trúgvu vinum okkara har!? Nú savnaðust teir saman úr øllum hornum avgrundarinnar: Fluguharri, Bjartleikin Falni, Oyðari og alt hitt pakkið har, at hoyra tíðindini úr Mannasál. Brævið varð brotið upp og lisið, meðan Tríhøvdahundur var hjástaddur. Táið tað var orðaraðið lisið og innihaldið kunngjørt um alla avgrundina, varð boð givið, at í somu løtu og uttan drál skuldi verða hildin gleðiringing við deyðamannaklokku. Hetta varð eisini gjørt, og fúrstarnir fegnaðust um, at Mannasál vónandi fór at verða løgd í oyði. Ringjarin rópti: ?Mannasál kemur at búgva hjá okkum gerið rúm fyri Mannasál!? Ringt varð tá við hesi klokku; tí teir vónaðu at fáa Mannasál aftur. Táið teir høvdu hildið henda ræðuliga hátíðarsið, hildu teir fund aftur at samráðast um, hvat teir skuldu svara vinum sínum í Mannasál. Og nú mældi ein til hetta og ein til hatta. Men við tað at skjótt mátti verða borið at við hesum máli, litu teir loksins Gamla Ormi, fúrstanum, alt upp í hendur, við tað at hann varð hildin at vera hin sanni harrin á hesum staði. Gamli Ormur skrivaði tá eitt bræv, ið hann helt vera hóskandi, sum svar á hitt, ið Vanheilagi var komin við, og sendi tað til púkarnar, sum í Mannasál búðu, við sama manni, sum hevði borið honum skrivið frá teimum. Í brævi hansara stóð: ?Til avkom okkara, hinar miklu og mætu púkar, sum enn búgva í Mannasál. Gamli Ormur, hin mikli fúrsti Mannasálar, ynskir, at tykkum skal eydnast at koma til gott úrslit við hinum mongu ætlanum, samansvørjingum og svikabrøgdum, ið tit, tí tit elska og æra okkum og dýrd okkara, hava í umbúna móti Mannasál. Kæru børn og lærisveinar Siðleysi, Horkallur og allir tit, hinir! Vit hava her í oydna helli okkara, okkum til mikla gleði og lívgan, fingið vælkomna bræv tykkara, sum hin álítandi Vanheilagi okkara kom við. Fyri at lata hoyrast, hvussu væl tíðindini frá tykkum koma við, lótu vit halda fagnaðarringing. Tí vit vórðu so glaðir, sum nakar kann verða, táið vit skiltu, at vit hava enn vinir í Mannasál, og tað slíkar, sum stevndu eftir heiður okkara og vildu hevna okkum við at leggja Mannasál í oyði. Tað var okkum eisini stór gleði at frætta, at mannasálingar eru í afturgongd, og at teir hava eggjað fúrsta sín til vreiði, so at hann er rýmdur. Og at teir eru sjúkir, men tit hava heilsuna og eru raskir og sterkir hetta gleðir okkum við. Ja, fróir høvdu vit verið, kæru illmenni okkara, kundu vit fingið henda stað í klørnar aftur. Og vit skulu heldur ikki spara at nýta vit, snildi og svik okkara og útinna tær ætlanir, sum í Helviti kunnu verða upphugsaðar, fyri at fáa eitt úrslit eftir vilja okkara av hesum, ið tit eru farnir undir sum sannir menn. Og latið hetta veita tykkum gott treyst, børn og avkom okkara, at koma vit eina ferð enn óvart á Mannasál og taka staðin, skulu vit royna at høgga niður allar fíggindar okkara og gera tykkum til høgar harrar og hershøvdingar har. Og ikki nýta tit at óttast fyri, at vit nakra tíð skulu verða riknir úr aftur Mannasál, taka vit staðin nú aftur. Tí vit skulu koma við einum størri heri og leggja hann mangan fastari undir ok okkara, enn vit hina ferðina gjørdu. Harumframt sigur lóg hansara, sum nú er fúrsti teirra, at taka vit Mannasál aðru ferð, skal hann vera okkara allar ævir. Njósnist tit tí enn meir, álítandi púkar okkara, og roynið at fáa at vita, hvar staðurin er veikur! Eisini vilja vit, at tit skulu liggja eftir at fáa gjørt hann enn veikari. Og latið okkum vita, hvussu tit halda vera beinast at fara at fyri at vinna hann! Halda tit vera beinast at yvirtala fólkið til eitt fáfongt og leyslátað lív? Ella skulu vit freista mannasálingar til iva og vónloysi? Ella spreingja staðin sundur við stoltleika og erpinskaparkrúti? Verið tit eisini, djørvu púkar, sonnu synir avgrundarinnar, altíð til reiðar til hitt ræðuligasta álop innanífrá vit skulu vera til reiðar at storma staðin uttanífrá! Verið tit nú skjótir í ætlan tykkara, eins og vit skulu vera í at fremja ynski okkara, alt ið hervald okkara er ment! Tað er vilji hins stóra Gamla Orms tykkara, fígginda Mannasálar, hansara, sum nøtrar, táið hann hugsar um hin komandi dóm. Allar signingar avgrundarinnar veri yvir tykkum! Við hesum enda vit bræv okkara. Givið í munna avgrundarinnar, samtykt av øllum fúrstum myrkursins at verða sent við Vanheilaga til parta og verndarmenn okkara, sum enn eru í Mannasál, frá mær, Gamla Ormi.? Hetta bræv varð, sum sagt, sent til Mannasálar, til púkarnar, ið eftir vóru har, sum enn búðu í múrinum. Tað varð sent úr myrka fangahúsi Gamla Orms við Vanheilaga, sama manni, sum var komin í avgrundina við brævinum úr Mannasál. Táið nú hesin sami Vanheilagi var farin avstað og komin aftur til Mannasálar, fór hann, sum hann var vanur, inn hjá Óreina; tí har varð tingið hildið, og har komu hinir samansvornu til fundar. Teimum dámdi sera væl at síggja, at sendimaður teirra var komin aftur, frískur og ferðugur. Hann flýddi teimum tá brævið, sum hann hevði við til teirra frá Gamla Ormi. Og táið teir høvdu lisið og hugsað um brævið, gjørdust teir enn fegnari. Teir spurdu hann, hvussu vinum teirra visti við, harra teirra, Gamla Ormi, Bjartleikanum Falna, Fluguharra og øllum hinum í avgrundini. Vanheilagi svaraði: ?Jú, jú, góðu menn! Teimum veit væl við so væl, sum nøkrum kann vita við á tí staði. Teir lótu ringja við fagnaðarklokkum, so glaðir vóru teir, táið teir høvdu lisið bræv tykkara sum tit óivað mundu skilja, táið tit lósu brævið, tit fingu frá teimum.? Nú, sum sagt er, táið teir høvdu lisið brævið og sóu, at teimum varð mælt til at útinna ráðagerð teirra, tóku teir aftur at ætla um, hvussu teir skuldu útinna djevulska ráð sítt í Mannasál. Hitt fyrsta, teir komu ásamt um, var at dylja alt hetta fyri mannasálingum, so væl sum teir kundu. ?Latið tað ikki koma upp, latið ikki mannasálingar fáa varhugan av, hvat vit hava í kvitta móti staðnum!? Hitt næsta var, hvussu teir skuldu bera at, so teir kundu útinna hetta verk, at oyða og kollvelta Mannasál. Nú segði ein so og annar so. Tá reistist Svikafulli og segði: ?Góðu vinir mínir, púkarnir! Harrar okkara og hinir mætu menn hinnar djúpu fangaholu vísa okkum á hesar tríggjar leiðir: Um best man roynast at forkoma Mannasál við at villleiða fólkið til leyslátað og fáfongt lív. Ella við at reka teir út í iva og vónloysi. Ella við at royna at spreingja staðin sundur við stoltleika og erpinskaparkrúti. Nú, eg haldi, vit vinna nakað við at freista teir til stoltleika, somuleiðis við at freista teir til siðloysi. Men tað haldi eg, at fáa vit rikið teir út í vónloysi, so hava vit rakt naglan á høvdið. Tí tá vinna vit fyrst og fremst hetta, at teir ivast, um tað er satt, at prinsur er góður við teir og hevur hjarta fyri teimum. Hetta voldir, at honum stórliga stendst við teir. Eydnast hetta okkum væl, fær tað teir skjótt at leggja av handa vanan at senda honum bønarbrøv. Teir gevast tá við øllum álvarsomum royndum at fáa hjálp og studning frá honum; tí teimum tykir so natúrligt at halda sum so: ?Vit kunnu tað sama lata vera, tí tað batar einki!?? Allir vóru samdir við Svikafulla í hesum, hann hevði sagt. Næsti spurningurin var, hvussu teir skuldu fáa útint hesa ætlan sína. Eisini hesa ferð var tað Svikafulli, sum svaraði ?Hetta man fara at roynast besta leiðin,? segði hann: ?So mangir av vinmonnum okkara, sum vilja seta lív sítt í váða fyri at fremja mál fúrsta síns, skulu lata seg í dularbúna, skifta navn og fara niðan á torgið og látast vera ókunnumenn úr fjarløgdum landi, sum eru komnir at bjóða seg fram til tænarar hjá íbúgvum Mannasálar, hini navngitnu borg. Teir skulu síðani látast at vilja húsbóndum sínum alt hitt besta um tað eydnast teimum at fáa arbeiði; tí á henda hátt kunnu teir eftir stuttari tíð so spilla og dálka samfelagið í Mannasál, at hann, ið nú er fúrsti teirra, skal ikki bert gerast enn vreiðari við teir, men til endans spýggja teir út úr munni sínum (Op. ). Og táið hetta er vunnið, kann Gamli Ormur, fúrsti okkara, sum einki taka staðin, ja, teir skulu av sær sjálvum falla etaranum í munnin.? Alt fyri eitt sum hetta uppskot var sett fram, varð tikið undir, og tað við fagnaði. Allir púkarnir vóru fúsir og fegnir at fara undir slíkt hugnaligt verk. Men ikki varð hildið vert, at allir skuldu gera á henda hátt; teir settu tí tríggjar fram, nevniliga: Gíriga, Holdslyst og Illsinta. Gírigi kallaði seg Skilsparna, Holdslystur tók navnið Sakleysi Stuttleiki, og Illsinti læt seg nevna Góðídna. Teir fóru nú niðan á torgið, ein dag ið keypstevna var. Raskir og prúðir vóru teir á at líta. Klæðini, teir vóru í, vóru úr seyðaskinni, sum nú var at kalla líka hvítt sum hin hvíti búni, ið mannasálingar gingu í. Hesir tríggir púkarnir dugdu væl at tosa mál Mannasálar, og táið teir tí vóru komnir niðan á torgið og buðu seg fram, vórðu teir við tað sama tiknir í tænastu. Lítla løn kravdu teir eisini, og teir lovaðu at arbeiða sera dúgliga fyri húsbóndur sínar. Hugur fekk sær Skilsparna til húskall og Gudsótti Góðídna. Hinum triðja, Sakleysa Stuttleika, gekk víst ikki so væl at fáa nakra tænastu; eingin vildi biðja hann, við tað at hetta var júst í føstuni; men stutt eftir, táið føstan var úti, tók Vilji hann til húskall og sær persónliga til tænara. So høvdu teir nú allir tríggir fingið húsbóndur. Táið nú hesi illmenni á henda hátt vóru slopnir inn í húsini hjá íbúgvum Mannasálar, byrjaðu teir alt fyri eitt at gera miklan skaða har; við tað at teir vóru siðleysir, falskir og snildir, spiltu teir skjótt húsfólkið, har sum teir vóru, ja, sjálvir húsbóndur teirra vórðu stórliga smittaðir av teimum. Serliga voldu Skilsparni og Sakleysi Stuttleiki nógv ilt. Víst, hin, ið bar falsnavnið Góðídni, var ikki væl dámdur av húsbónda sínum, sum skjótt rakti við, at hann var ein svikari og eitt óargadýr. Táið Góðídni varð varur við, at hann var kendur, flýddi hann skundisliga av húsinum; annars ivist eg ikki um, at húsbóndi hansara hevði hongt hann. Nú, táið hesi rekavætti so langt høvdu útint ætlan sína og loypt so nógva spillu í staðin, sum teir kundu, tóku teir harnæst at ætla um sínámillum, nær teir skuldu gera eina roynd at taka Mannasál Gamli Ormur uttanífrá, og teir sjálvir innanífrá. Teir komu ásamt um, at ein keypstevnudagur hóskaði best til hetta verk. Og hví? Tí, hildu teir, tá høvdu mannasálingar so nógv at gera, hvør við sítt; og tað grettur ikki, at tá menn hava mest um at vera í hesum heimi, vara teir minst nakað óvæntað álop. Tá ber okkum eisini best til,? søgdu teir, ?uttan at nakar verður varur við tað, at savnast saman til at útinna tað verk fyri vinir og harrar okkara, sum okkum er álagt. Ja, og gera vit eina roynd ein slíkan dag, og hon miseydnast, kunnu vit, táið teir noyða okkum at flýggja, betur fjala okkum í mannamúgvuni og sleppa okkum burtur.? Táið teir nú so langt vóru komnir ásamt um hetta, skrivaðu teir Gamla Ormi enn eitt bræv og sendu tað við Vanheilaga. Innihald tess var: ?Harrar fáfongdarinnar senda úr hellum, loynistøðum, holum og avkrókum okkara í og rundan um múr Mannasálar hinum mikla og høga Gamla Ormi heilsu okkara. Stóri harri okkara, Gamli Ormur, tú, sum heldur lívinum í okkum! Hvussu glaðir vit vórðu, táið vit frættu, at tú, faðir okkara, vart til reiðar at sameinast við okkum og styðja okkum í ætlan okkara at gera eina roynd at leggja Mannasál í oyði tí kann eingin siga frá uttan hann, ið, eins og vit, setur seg ímóti øllum, sum gott er, nær og hvar tað so verður funnið. Viðvíkjandi tí treysti, sum tær, stóra fúrsta, toknast at geva okkum til við svikum at ráðleggja og upphugsa vegin at oyða Mannasál heilt á grund tað er óneyðugt at biðja okkum gera hetta. Einki kann veita okkum meiri gleði, og tað vita vit fullvæl, at einki kann heldur vera okkum størri vinningur, enn at síggja fíggindar okkara og teir, ið liggja okkum eftir lívinum, doyggja fyri fótum okkara ella flýggja fyri okkum. Vit royna tí enn sum áður av øllum alvi at leggja upp svikaráð, sum kunnu lætta tær, harra okkara, og okkum, um hetta og gera tað liðiligt at útinna. Fyrst ætlaðu vit um hitt stutta, trífalda uppskotið, føtt av sviki Helvitis, sum tú setti okkum fram í brævinum, tú skrivaði okkum. Og vit eru komnir til tað úrslit, at víst vóru tað góð ráð at sprongt teir sundur við stoltleikakrúti, og eisini var góð hjálp í at freista teir til leyslátað og fáfongt lív; men kortini halda vit vera alrabest at stoyta teimum í avgrund vónloysisins. Vit sum annars eru til reiðar at gera alt, ið tær líkar hava hugsað um tvinnanda leiðir at náa á hetta mál. Fyrst skulu vit villleiða mannasálingar so langt út í syndina, sum gjørligt er, og síðani skulu bæði tú og vit standa til reiðar at herja á teir við øllum mátti okkara, ta tíð, sum vit avtala okkara millum. Best halda vit bera til at fáa vald á Mannasál, um ein herur av monnum, sum ivast, verður savnaður saman av øllum tjóðum, ið undir tær standa, og ger álop á staðin. Á henda hátt skulu vit sigra hesar fíggindar okkara ella kanska avgrundin skal lata upp gap sítt móti teimum, og vónloysi skal fíra teir niður í hana. Vit hava eisini, fyri tess betur at fremja hesa ætlan, sum vit so fegin vilja hava útinta, longu sent tríggjar av hinum álítandi púkum okkara inn ímillum teirra. Teir hava latið seg í dularbúna og skift navn og eru nú tiknir í tænastu hjá monnum í Mannasál. Tað eru hesir tríggir: Gírigi, Holdslystur og Illsinti. Navn Gíriga er broytt til Skilsparna; hann hevur Hugur tikið í tænastu og er vorðin nærum líka ringur sum vinmaður okkara. Holdslystur hevur eisini broytt navn sítt og kallar seg Sakleysa Stuttleika; hann hevur Vilji tikið til tænara, og hann hevur gjørt húsbónda sín ógvuliga teymaleysan. Illsinti sigur seg at eita Góðídna, og han fekk arbeiði hjá Gudsótta; men tað knarruta gamla tók sær ilt av vinmanni okkara og rendi hann av húsinum. Nei, Illsinti hevur nú seinni sagt okkum, at hann leypst frá Gudsótta; annars hevði húsbóndi hansara hin gamli hongt hann fyri atburð hansara. Hesir tríggir hava tá stórliga framt verk og ætlan okkara við Mannasál; tí hóast hin gamli, sum vit seinast nevndu, var so óndskapsligur og klandursamur, gongst hinum báðum ógvuliga væl, og teir kunnu væntast at fullføra verk sítt bæði skjótt og brátt. Næsta uppskot okkara er, at avgjørt verður, at tú gert álop á staðin ein keypstevnudag, og tað júst táið mannasálingar hava sum mest um at vera. Tí vit kunnu ætla, at tá kenna teir seg tryggastar og vara minst uppá, at herjað skal verða á teir. Eisini vera teir tá ringast ábornir at verja seg og forða tær at útinna ætlan okkara. Og vit, trúgvu tænarar tínir og kæru vinir, vóna vit skulu, táið tú gert øgiliga álop títt uttanífrá, vera til reiðar at hjálpa tær innanífrá. Einki er at ivast um, at vit verða tá førir fyri at koma so óvart á mannasálingar, at vit leggja staðin í oyði, áðrenn teir koma fyri seg. Um nú ormahøvd og snildu drekar tínir hávirdu harrar okkara duga at finna eina betri leið enn hesa, lat okkum tá sum skjótast vita, hvat tú heldur! Til ódýrini í avgrund Helvitis, sent úr húsi Óreina í Mannasál við Vanheilaga.? Alla hesa tíð, meðan hini óðu rekavætti og djevulsku púkar á henda hátt samráddust um at leggja Mannasál í oyði, vóru hinir ørmu mannasálingar í eini syndarligari støðu. Bæði tí teir so beiskliga høvdu eggjað Alvalda og son hansara til vreiði, og tí fíggindar teirra, sum í staðnum vóru, harvið høvdu fingið megi av nýggjum. Haraftrat kom, at hóast teir høvdu sent Immanuel prinsi mong bønarbrøv og við honum faðir hansara, Alvalda og biðið teir sýnt náði og góðsku, høvdu teir higartil ikki so mikið sum sæð eitt smíl. Tvørturímóti, púkarnir, sum í Mannasál vóru, høvdu við snild og svikum sínum volt, at dimmari og dimmari skýggj løgdust yvir Mannasál, og Immanuel teirra fór longri og longri frá teimum. Sjúkan gekk eisini ógvuliga ring í Mannasál enn, bæði millum hershøvdingarnar og íbúgvar staðarins. Eingin var nú raskur og heilsugóður uttan fíggindar teirra; ikki sá betur út, enn at teir fóru at verða høvd og mannasálingar hali ( Mós. ). Um hesa tíðina varð hitt seinast nevnda brævið, sum púkarnir, ið enn fjaldu seg í Mannasál, høvdu skrivað, borið Gamla Ormi í svarta helli hansara. Vanheilagi kom við tí; hann bar eisini hetta brævið at fjallinum, har Helvitislið er; har tók Tríhøvdahundur við tí og flýddi harra sínum tað. Táið Tríhøvdahundur og Vanheilagi hittust, vórðu teir alt fyri eitt so væl hvør við annan sum tveir biddarar. Teir fóru at tosa saman um Mannasál og ráðagerðina móti hesum staði. ?Á vinmaðurin gamli!? segði Tríhøvdahundur; ?ert tú komin aftur til Helvitislið! Jú Maria eri eg fegin at síggja teg!? Vanheilagi: ?Ja, harri mín, eg eri komin aftur, og ørindi míni eru viðvíkjandi Mannasál.? Tríhøvdahundur: ?Gott á teg, sig mær hvussu veit við í hasum staðnum Mannasál nú?? Vanheilagi: ?Har veit væl við, harri mín, tað haldi eg okkum veit væl við og harrum okkara og harrunum yvir hesum staði. Tí mannasálingar eru stórliga í afturgongd gudsótta viðvíkjandi, og betri kundu vit ikki ynskt okkum í hjarta okkara, og harri teirra er ógvuliga illur við teir, og eisini tað líkar okkum væl. Vit hava longu fingið fótin undir borð teirra; tí teir hava fagnað vinmonnum okkara, púkunum, væl, og hvat er nú eftir hjá okkum at avrika uttan at gera okkum til harrar í Mannasál! Harumframt ráðleggja trúgvu vinir okkara har dag og dagliga um við svikum at geva staðin upp til teirra, sum her hava valdið. Og so gongur eisini ógvuliga ring sjúka millum íbúgvarnar. Við øllum hesum í huga hava vit vón um til endans at vinna.? Tá svaraði hundur Helvitisliðs: ?Hetta er júst tíðin at herja á teir! Eg vildi, at ætlanirnar vórðu útintar í æsir, og at úrslitið, sum vit tráa eftir, varð vunnið bæði skjótt og brátt. Ja, tað vildi eg fyri neyðar púkanna skuld, sum samt og javnt liva í ótta um lív sítt í Mannasál, hasum uppreistrarstaðnum!? Vanheilagi: ?Ætlanin er at kalla útint; hinir mætu púkarnir í Mannasál arbeiða at henni dag og nátt, og mannasálingar eru líkir einfaldum dúvum; teimum vantar dirvi at taka sær um reiggj, og teir skilja ikki, at undirgangur teirra er í hondum. Og táið tú nú leggur alt hetta saman, kanst tú, ja, mást tú duga at síggja, at mangar grundir eru fyri, at Gamli Ormur eigur at lurta eftir, táið honum verður mælt til at skunda sær, alt hann kann.? Tríhøvdahundur: ?So er, sum tú sigur, og eg eri fegin at hoyra, at støðan er henda. Far inn, djarvi Vanheilagi mín, til harrar mínar! Tú verður so vælkomin millum teirra, at teir fara upp á gólv við tær og verða so kátir, sum nakra tíð nakar hevur verið í hesum ríki. Eg havi longu sent bræv títt inn.? Vanheilagi fór nú inn í hellið, og Gamli Ormur, harri hansara, kom ímóti honum og heilsaði honum við hesum orðum: ?Vælkomin, trúgvi tænari mín! Brævið, tú komst við, hevur volt mær gleði.? Eisini hinir harrar avgrundarinnar heilsaðu honum. Vanheilagi neig fyri teimum øllum og segði síðani: ?Mannasál verði givin Gamla Ormi, harra mínum, og hann verði kongur har í allar ævir!? Tá hoyrdist úr búki Helvitis og gapandi munni tess eitt so hart og ræðuligt ýl tí hetta er tónleikurin á hesum staði at tað fekk fjøllini har rundan um at nøtra, eins og tey skuldu dottið niður. Nú, táið teir høvdu lisið brævið og hugsað um tað, ráðløgdu teir um, hvat teir skuldu svara. Hin fyrsti, sum tók til orða, var Bjartleikin Falni. Hann segði: ?Fyrsta uppskot púkanna í Mannasál fer væntandi at bera til og eydnast eg meini við, at teir ætla við øllum snildum og á ein og hvønn hátt, ið teir kunnu, at fáa mannasálingar longri av leið og enn meiri spiltar; eingin leið at forkoma sálum er hesi líkur. Gamli vinmaður okkara Bileam ( Mós. ) gekk hana so langt síðani og vann sítt. Hetta eigur tí at standa okkum sum ein meginregla og vera púkunum ein grundvallarsetningur mann eftir mann. Tí einki kann fáa hetta at miseydnast uttan náðin, og í henni vóna vit, at hasin staður eigur ongan lut. Men um beinast er at herja á teir ein keypstevnudag, fyri tað at teir tá hava so nógv um at vera tað vildi eg, skuldi verðið ætlað gjøllari um. Meiri grund er fyri at ætla væl um henda spurning enn um mangan annan; tí alt, sum vit vilja vinna, stendur jú í úrslitinum av hesum. Velja vit ikki hina røttu stundina, kann øll ætlan okkara miseydnast. Vinmenn okkara púkarnir halda ein keypstevnudag hóska best; tí tá hava mannasálingar mest um at vera og hugsa minst um eitt óvart álop. Men seta teir tvífalt sterka vakt ein slíkan dag hvat so! Og mær tykir bæði, at tað er natúrligt, at teir gera tað, og býtt, um teir gera tað ikki. Um teir nú seta sær so sterka verju ein slíkan dag, sum støða teirra júst nú ger neyðturviligt hvat so! Ja, stendur nú allur staðurin alvápnaður ein slíkan dag hvat so! Tá kann roynd tykkara, harrar mínir, gerast eitt vónbrot og volda, at vinir okkara í Mannasál koma í vanda fyri at verða óbøtandi oyddir!? Tá segði Fluguharri hin mikli: ?Nakað er í hasum, sum harri mín hevur sagt; men tað kann bæði vera og ikki, at gitan hansara roynist bein. Heldur ikki hevur harri mín sett hatta fram sum hina einu gongdu leið; eg veit, at hann segði so, bert fyri at málið skal verða gjølla kannað. Vit mugu tí, um gjørligt, fáa at vita, um mannasálingar hava slíka kenslu og slíkan kunnleika um afturgongd sína og ætlan okkara móti sær, at hetta fær teir at seta vakt og verju við portur staðarins, og tað tvífalt sterka keypstevnudagarnar. Men síggja vit, táið vit hava kannað eftir, at teir liggja og sova, so ber hvønn dag til at herja á teir og best ein keypstevnudag. Hetta er tað, sum eg haldi.? Gamli Ormur segði nú: ?Hvussu skulu vit fáa hetta at vita?? Svarað varð: ?Latum okkum spyrja Vanheilaga!? Hann varð tí róptur inn og spurdur, og hann svaraði so: ?Harrar mínir! Eg dugi ikki betur at skilja, enn at støða Mannasálar í løtuni er henda: Trúgv og kærleiki íbúgvaranna eru í afturgongd. Immanuel, prinsur teirra, hevur vent teimum bakið; teir senda eitt bønarbrævið fyri og annað eftir at fáa hann at koma aftur; men hann er einki skjótur at svara á bønir teirra. Og teir betra seg heldur ikki mikið.? Gamli Ormur: ?Tað dámar mær væl, at teir eru seinir at betra seg; tó loypir hatta ótta á meg, at teir senda bønarbrøv. Kortini støðuleysa lív teirra sýnir á, at ikki mikið álvara er í nøkrum, sum teir gera, og har einki álvara er, spyrst lítið burturúr. Men sigið, hvat tit halda, góðu menn! Eg vil ikki tarna tykkum ov leingi, harrar mínir!? Fluguharri: ?Veit Mannasál so við, sum Vanheilagi hevur sagt frá, liggur ikki mikið á, hvønn dag vit herja á staðin; hvørki bønir ella hervald teirra kunnu veita teimum mikla hjálp.? Táið Fluguharri var liðugur, tók Oyðari orðið. ?Eg haldi nú so um hetta,? segði hann, ?at vit eiga at fara beint og varliga at og einki gera í bráðskundi. Vinir okkara í Mannasál eiga at halda á at vanhalga og spilla íbúgvarnar við at royna at draga teir longri og longri út í synd; tí einki kann sum syndin eta Mannasál upp. Verður hetta gjørt, so tað eydnast, halda mannasálingar av sær sjálvum uppat at seta vakt, at senda bønarbrøv ella gera nakað annað, sum kann tryggja staðin og gera hann sterkan. Tí tá gloyma teir Immanuel sín, teir vilja einki samfelag hava við hann, og fáast teir at liva á slíkan hátt, hevur prinsur teirra sanniliga heldur ongan bráðskund at koma aftur til teirra. Trúgvi vinmaður okkara Holdstryggi fekk við einum svikabragdi rikið hann úr Mannasál, og hví skulu ikki Gírigi og Holdslystur vera mentir at forða fyri, at hann kemur aftur? Og tað skal eg siga tykkum ikki tí, tit vita tað sjálvir at tveir ella tríggir púkar, styðjaðir og føddir av mannasálingum, gera meiri til at halda Immanuel burtur frá teimum og til at leggja staðin undir okkum, enn ein heilur herur kundi avrikað, um vit sendu hann ímóti teimum. Tí eigur hitt fyrsta uppskotið, sum vinir okkara í Mannasál komu við, at verða fylgt, og tað bæði væl og virðiliga, við øllum svikum og brøgdum, ið upphugsast kunnu. Teir eiga at halda á at senda við einumhvørjum yvirskini fleiri og aðrar av monnum sínum, sum kunnu blanda seg við fólkið í Mannasál. Tá kundi borið á, at vit sleppa frá at byrja orrustu við mannasálingar. Og um nú ikki slepst frá at taka upp bardaga eitt er vist, at tess syndafullari teir eru, tess minni eru teir førir fyri at gera okkum mótstøðu, og tess liðiligari verður hjá okkum at taka staðin. Og uppaftur: Skuldi Immanuel komið aftur til teirra sum er hitt ringasta, ið hugsast kann hví skuldi ikki borið til at reka hann frá teimum aðru ferð við somu brøgdum ella onkrum tílíkum! Ja, og hví skal ikki eydnast at fáa hann at venda teimum bakið í allar ævir táið teir falla aftur í somu synd, sum fekk hann at rýma frá teimum eina tíð! Og skuldi gingið so, tá hevur hann við sær haðani múrbrótarar sínar, sleingjur sínar, hershøvdingar og hermenn sínar og letur Mannasál eftir ein oyddan og verjuleysan stað. Man tá ikki hesin staður táið hann sær, at fúrsti hansara hevur vent sær frá honum við alla sjálvkravdur fara at lata upp portur síni fyri tær og veita tær sama sess har sum áður! Men hetta tekur tíð; slíkt stórverk verður ikki avrikað eftir nøkrum fáum døgum.? Oyðari hevði ikki meir enn lokið røðu sína, tá tók Gamli Ormur at goysa úr sær óndskap sín og tala sær sjálvum til verju. Hann segði: ?Harrar mínir og høvdingar yvir hesi avgrund, trúgvu og álítandi vinmenn mínir! Við miklum ótoli sum mær sømir havi eg lýtt á longu og troyttandi røður tykkara. Men ómettandi gap mítt og tómi búkur mín ótolnast so eftir eina ferð enn at eiga Mannasál, navngitna stað mín, at nú má ganga, sum vil, eg kann ikki drála longur fyri at síggja úrslitið av uppskotum, sum sikta langt inn í framtíðina. Eg má og nú kann ikki verða drálað longur royna á ein og hvønn hátt, sum eg kann, at gloypa mannasálingum, bæði sál og likami; eg fyllist ikki annars. Hjálpið mær tí bæði við høvdi og hjarta, nú eg fari undir at taka aftur Mannasál, stað mín!? Táið harrar og fúrstar avgrundarinnar sóu hina brennandi ágirnd Gamla Orms at slúka Mannasál, hin arma stað, lótu teir verða at mótmæla honum longur. Teir samtyktu at hjálpa honum av allari megi, tóat mannasálingar høvdu komið í eina mangan ræðuligari neyð, um gjørt hevði verið eftir ráðum Oyðara. Men, sum eg segði, teir játtaðu at hjálpa honum av øllum alvi; teir vistu jú ikki, nær teimum kundi koma at tørva hjálp hansara, eins og honum nú tørvaði hjálp teirra. Tí varð nú farið undir at ráðleggja um hitt næsta, ið var at gera, nevniliga áseta, hvørjir og hvussu mangir hermenn ið skuldu fara við Gamla Ormi móti Mannasál at taka staðin. Táið tosað var aftur og fram um hetta eina løtu, komu teir ásamt um samsvarandi við uppskotið í brævinum frá púkunum at eingin dugdi betur til slíka herferð enn eitt lið av ivamonnum. Teir gjørdu tí av at senda móti Mannasál ein her av harðvunnum mistreystingum. Hildið var, at einir tjúgu, tretivu túsund slíkir áttu at gera hesa ferð. Úrslitið av teirri høvuðsráðagerð, ið hesir stóru og máttmiklu harrar hildu, var tí: At Gamli Ormur skuldi við tað sama lata sláa bumbur sínar í landinum, sum nevnt er Ivaland, og sum kemur tætt at fjallinum, har Helvitislið er fyri at savna sær eitt herlið haðani at fara við móti Mannasál, hinum neyðar staði. Eisini varð gjørt av, at hesir harrar skuldu sjálvir hjálpa honum í bardaganum, og at teir skuldu vera yvirmenn og hershøvdingar hansara í hesi herferð. Teir skrivaðu tí eitt bræv og sendu tað aftur til púkarnar, ið fjaldu seg í Mannasál, og sum vóru ótolnir eftir, at Vanheilagi skuldi koma. Í hesum brævi varð sagt frá, hvussu og á hvønn hátt teir høvdu gjørt av í løtuni at útinna ætlan sína. Innihald brævsins var: ?Úr hinum dapra og ræðuliga fangahúsi, sum nevnt er Helviti, heilsar Gamli Ormur í felagsskapi við fúrstum myrkursins trúføstu vinum sínum, sum búgva í múrum Mannasálar og rundan um teir, og sum nú ótolnir bíða eftir djevulska aftursvari okkara viðvíkjandi skaðiligu og eitrandi ætlan síni móti mannasálingum. Innføddu tegnar okkara, sum vit dagliga rósa okkum av, og hvørja verk alt árið eru okkum til mikla gleði! Vit hava fingið hátt virda og tí vælkomna bræv tykkara, sum hin góði gamli Vanheilagi, álitismaður okkara, stórliga elskaður, bar okkum. Og tað vilja vit lata tykkum vita veri hetta sagt tykkum til heiðurvert minni! at táið vit høvdu brotið brævið upp og lisið tað, sum í tí stóð, ýldi hin gapandi, botnleysa avgrund, sum vit búgva í, so ljótt og so ræðuliga hart av gleði, at fjøllini, ið rundan um Helvitislið standa, nøtraðu av hesum óljóði, eins og tey høvdu sprongst sundur. Vit kundu heldur ikki annað enn undrast á trúskap tykkara móti okkum og á, at tit dugdu at upphugsa slík ófør svikabrøgd í tænastu okkara móti mannasálingum sum nú gongur sjón fyri søgn. Tí tit hava upphugsað fyri okkum ein so frálíkan hátt at gera atsókn á hasar uppreistrarmenn, at Helviti við øllum snildum sínum kundi ikki gjørt eina betur virkandi ætlan. Síðani vit lósu hetta seinasta uppskotið, ið tit nú senda okkum, hava vit tí lítið annað gjørt enn stórliga róst tí og undrast á tað. Nú vilja vit, fyri at styrkja tykkum í sterku svikum tykkara, lata tykkum vita, at vit og allir fúrstar og høvdingar okkara á hesum staði hava hildið fund og samráðst. Uppskot tykkara varð tá mótmælt og umrøtt um alt helli okkara av hesum høgu harrum. Men tað noyddust teir at ganga við, at alt vit teirra samanlagt kundi ikki finna upp eina betri ætlan, eina, sum hóskaði betur, enn hesa: At koma óvart á Mannasál, handa uppreistrarstaðin, og taka hann og leggja hann undir okkum. Skjótt at siga: Alt, ið sagt varð, og sum vísti á eina aðra leið at taka enn hana, sum tit í brævi tykkara mældu til, datt burtur av sær sjálvum. Gamli Ormur, fúrstin, vildi ongum uppskoti vita av uttan tykkara; gapandi muður og ómettandi búkur hansara eins og brendu eftir at seta í verk tað, sum tit høvdu tilætlað. Vit lata tykkum tí vita, at hin djarvi, grimmi og miskunnarleysi Gamli Ormur okkara er farin á føtur at bjarga tykkum og leggja í oyði Mannasál, handa uppreistrarstaðin; hann kemur móti fólkinum har við yvir tjúgu túsund ivamonnum. Teir eru allir djarvir og harðvunnir menn, sum alla tíð sína hava verið rættir bardagamenn og tí ikki ræðast, táið sligið verður á bumbuna. Eg sigi, hann fer undir hetta verk við øllum tí skundi, sum hann kann; tí hjarta og andi hansara eru við í tí. Ynski okkara er tí, at eins og tit hava verið okkum trúgvir higartil og bæði lagt okkum ráð og veitt okkum gott treyst til henda dag, tit á sama hátt eisini hereftir vilja fremja ætlan okkara. Tað skal eisini verða tykkum vinningur og ikki tap, ja, vit hava í huga at seta tykkum til harrar yvir Mannasál. Eitt er, sum ómøguliga má verða gloymt: Menn okkara her vilja, at hvør og ein av tykkum, sum í Mannasál eru, skal nýta allan mátt, øll svik og allan klókskap til snildiliga at lokka og draga mannasálingar enn longri út í synd og gudloysi, líka til at fáa syndina fullvaksna, so hon føðir deyða (Ják. ). Tí um tað hava vit ongan iva, at tess gudleysari, syndafullari og spiltari mannasálingar eru, tess trekari verður Immanuel teirra at koma teimum til hjálpar veri tað nú við at koma til teirra sjálvur ella við aðrari bjarging. Ja, tess djúpari teir søkka í synd, tess veikari verða teir og tess minni førir fyri at gera mótstøðu, táið vit herja á teir at gloypa teimum. Og tað kann bera á, at hin veldigi Alvaldi teirra av hesi grund sjálvur sigst undan at verja teir. Ja, kanska hann sendir hershøvdingunum og hermonnum sínum boð at koma heim og taka sleingjurnar og múrbrótararnar við og lata Mannasál verjuleysa og bera eftir. Tá lata mannasálingar sjálvir upp fyri okkum og falla eins og fikan í munn hansara, sum gloypir henni. Nei, einki er at ivast um, at lítið verður fyri tá at koma óvart á staðin og vinna sigur á honum. Vit hava ikki rættiliga gjørt av enn, nær vit herja á Mannasál, tóat nú halda summir av okkum sum tit, at ein keypstevnudagur ella beinari, náttin eftir ein slíkan dag hevði óivað hóskað best. Men verið tit til reiðar, ið hvussu er! Táið tit so hoyra okkum sláa bumbuna uttanfyri, mugu tit royna alt, ið tit kunnu, at loypa hitt ræðuligasta óskil í innanfyri. Mannasál skal tá vissuliga kenna seg neyðstadda álopna bæði uttanífrá og innanífrá og ikki vita, hvørja leið hon skal taka at fáa hjálp. Bjartleikin Falni, Fluguharri, Oyðari, Illi Hópur og allir hinir heilsa tykkum, somuleiðis Gamli Ormur, og vit ynskja tykkum og øllum verki og allari ogn tykkara sama ávøkst og somu framgongd aftur fyri tað, tit hava gjørt, sum vit sjálvir nú gleðast yvir. Úr øgiliga fangahúsi okkara í hini ræðuligu avgrund heilsa vit tykkum, vit og hini mongu herlið, ið hjá okkum eru. Vit ynskja tykkum somu eydnu úr Helviti, sum vit ynskja okkum sjálvum. Sent við Vanheilaga brævbera.? Vanheilagi gjørdi seg nú til at fara heim aftur til Mannasálar, sendur úr hini øgiligu avgrund til púkarnar, sum í staðnum búðu. Hann kom tá gjøgnum stigan úr djúpinum upp í hellismunnan, har Tríhøvdahundur stóð. Tá hann sá Vanheilaga, spurdi hann, hvussu honum hevði gingist har niðri, og hvat avgjørt var um mannasálingar og ímóti teimum. Vanheilagi: ?Alt gongur so væl, sum ynskt kann verða. Brævið, sum eg bar higar, varð sera væl umtókt; øllum harrum mínum dámdi tað líka væl, og tað fari eg nú at siga púkum okkara. Eg beri eitt svar á brævið her í barminum eitt svar, sum eg eri vísur í, fer at gleða húsbóndur mínar, sum sendu meg. Tí hetta bræv er skrivað fyri at styrkja teir í at stevna av øllum alvi á málið, sum teir hava sett sær, og vera til reiðar at herja á inni í staðnum, táið teir síggja, at Gamli Ormur, harri mín, kringsetur hann.? Tríhøvdahundur: ?Men ætlar Gamli Ormur sjálvur at fara móti Mannasál?? Vanheilagi: ?Um hann ætlar! Ja, og hann hevur við sær meir enn tjúgu túsund menn, allar harðbalnar ivamenn, bardagamenn, savnaðar saman úr Ivalandi, at hjálpa sær á hesi herferð.? Tá varð Tríhøvdahundur glaður og segði: ?Nei, verður slíkur mansligur tilbúningur gjørdur til at fara móti Mannasál, hasum vanlukkustaði! Eg vildi, at eg skuldi fingið túsund menn undir meg! So skuldi eg víst, hvat eg dugdi, í bardaganum við Mannasál, hin navngitna stað.? Vanheilagi: ?Tað kundi borið á, at ynski títt varð uppfylt; tú sært mær út til at hava nóg mikið av áræði, og harri mín vil hava við sær slíkar, sum eru raskir og harðbalnir. Men ørindi míni hava skund.? Tríhøvdahundur: ?So er, ja! Skunda tær til Mannasálar við øllum óndskapi, sum hetta stað kann hava sett í teg! Táið tú ert komin inn hjá Óreina, har púkarnir vanliga koma saman at halda ráðagerð, sig teimum tá, at Tríhøvdahundur býður seg í tænastu hjá teimum, og at um teir skoyta um hann, skal hann koma við herinum, sum heldur á Mannasál, hin víðagitna stað!? Vanheilagi: ?Eg skal bera boðini. Og eg veit, at harrar mínir, sum har eru, verða fegnir at hoyra hatta og fáa teg at síggja.? Teir talaðu enn kurteisliga saman eina løtu; síðani segði Vanheilagi vinmanni sínum Tríhøvdahundi farvæl. Og hesin las bestu ynski avgrundarinnar yvir hann og bað hann halda avstað til húsbóndur sínar, tað skjótasta hann var mentur. Vanheilagi lýddi á orð hansara, neig fyri honum og skundaði sær síðani avstað. So kom hann tí nú aftur til Mannasálar. Hann fór, sum hann var vanur, inn hjá Óreina, har hann hitti púkarnar, sum hildu fund og bíðaðu eftir, at hann skuldi koma aftur. Hann kom inn og steig fram fyri teir og flýddi teimum brævið, sum hann hevði fingið at bera, við hesum fólkaligu orðum: ?Harrar mínir: Úr fangahúsi avgrundarinnar senda hinir høgu og máttmiklu høvdingar og tignarmenn hellisins tykkum, hinum trúgvu púkunum í Mannasál, heilsu sína. Teir signa tykkum alsamt við bestu signingum sínum fyri stóru tænastu og skilagóðu royndir tykkara og fyri manndómsverkini, ið tit hava útint fyri aftur at leggja Mannasál, hin navngitna stað, undir Gamla Orm, fúrsta okkara.? Hetta var tá støða hins arma staðar Mannasálar: Íbúgvarnir høvdu vakt vreiði fúrsta síns, so at hann var farin frá teimum, og við dárskapi sínum høvdu teir eggjað høvdingar Helvitis at koma ímóti Mannasál at leggja staðin heilt í oyði. Víst vóru mannasálingar ikki heilt blindir fyri synd síni; men púkarnir høvdu fingið fastatøkur á teimum. Teir róptu á Immanuel; men hann var rýmdur, og sum var, fingu róp teirra hann ikki at koma aftur. Teir vistu heldur ikki, um hann nakra tíð fór at koma aftur til Mannasál sína, og líka lítið kendu teir mátt og ágrýtni fíggindanna, ella hvussu hugagóðir teir vóru at útinna ætlanina, sum Helviti hevði smíðað móti teimum. Teir hildu á at senda eitt bønarbrævið fyri og annað eftir til prinsin; men tøgn var alt aftursvarið, teir fingu. Ikki fingu teir í lag at betra seg, og hetta var, sum Gamli Ormur vildi hava tað; tí hann visti, at stílaðu teir upp á órætt í hjarta sínum, hoyrdi kongurin ikki bøn teirra (Sálm. ). Teir viknaðu tí í hvørjum og vóru eins og riknir fyri storminum. Samstundis sum teir róptu á kong sín eftir hjálp, høvdu teir felagsskap við púkarnar; hvat skuldi tá kongurin gera fyri teir! Alt tyktist nú vera komið í bland í Mannasál; púkar og mannasálingar fylgdust á gøtunum. Ja, og fólkið byrjaði at geva seg til tols í hesi støðu; tí teir hugsaðu sum so, at við tað at henda deyðasjúka hevði gingið so ring í staðnum, var ikki at bjóða til at halda ímóti púkunum. Veikleiki Mannasálar var styrki fígginda staðarins; synd íbúgvanna var púkunum til nyttu. Fíggindar Mannasálar byrjaðu nú at kenna seg vísar í, at teir skuldu gerast harrar har. Ikki var mikil munur nú á mannasálingum og púkum; báðir partar tyktust valda í staðnum. Og haraftrat tóku púkarnir til og styrknaðu, samstundis sum mannasálingar vóru í afturgongd, og tað í stórum. Yvir menn, kvinnur og børn doyðu av sjúkuni, sum gekk í Mannasál. Men nú var ein, ið æt Gáin, ein, sum tænti Alvalda og var ógvuliga góður við fólkið í Mannasál. Hann gekk, sum hann var vanur, aftur og fram í staðnum og kannaði eftir, um hann onkuntíð kundi síggja ella hoyra okkurt, sum sýndi, at ilt var í umbúna móti Mannasál. Tí í hesum manni hevði altíð verið álvara, og hann bar ótta fyri, annaðhvørt at púkarnir, sum í staðnum vóru, skuldu volda honum eina vanlukku, ella at herjað fór at verða á hann uttanífrá. Nú bar so á, einaferð Gáin gekk og kannaði eftir her og har, at hann kom á Syndahædd, eitt stað í Mannasál, har púkarnir vanliga hildu fund. Við tað at hann hoyrdi mutl um náttina var hetta, kunnu tit ætla gekk hann ljódliga nærri at lurta. Og ikki hevði hann staðið leingi undir skjøldrinum tí har stóðu eini hús, sum púkarnir komu saman í tá hoyrdi hann ein staðfesta við miklum áliti, at nú fór ikki at verða leingi, fyrrenn Gamli Ormur fór at leggja Mannasál undir seg aftur, og at ætlan púkanna var tá at høgga niður og oyða hvørja sál í staðnum, eisini hershøvdingar kongsins, og reka allar hermenn hansara burt haðani. Hesin segði seg framvegis vita, at Gamli Ormur brynjaði yvir bardagamenn út til at útinna hesa ætlan sína, og at hetta fór at verða sett í verk, áðrenn ein mánaður var umliðin. Táið Gáin hoyrdi hesi orð, ivaðist hann ikki um, at tey vóru sonn, og hann skundaði sær heim til Vitiga borgarstjóra og segði honum frá tí, sum hann hevði hoyrt. Vitigi sendi boð eftir Samvitanda og læt hann vita, hvussu við visti, og Samvitandi læt alt fyri eitt boða frá vanda um allan staðin. Tí hann var nú hin hægsti prædikarin í Mannasál, við tað at Talsmaður var sjúkur enn. Samvitandi gjørdi á henda hátt mannasálingar kunnigar við vandan: Hann læt í løtuni ringja við klokkuni, og fólkið kom saman. So áminti hann teir við fáum orðum at halda væl vakt og segði teimum frá tíðindunum, ið Gáin var komin við. ?Ein øgilig samansvørjing er í umbúna móti Mannasál,? segði hann; ?ætlanin er at høgga hvørja sál niður eftir einum degi. Og ikki skulu tit ivast um, at so er; Gáin er maðurin, ið er komin við boðunum, og hann hevur altíð verið góður við Mannasál og er hóvsamur og klókur maður, sum ikki ber sleyg ella gongur við lygisøgum; nei, honum líkar at kanna hvørt mál líka til botns. Gáin ber eingi tíðindi, sum ikki góð grund er fyri. Eg skal senda boð eftir honum, so tit fáa tað at hoyra av hansara egna munni.? Hann sendi nú boð eftir honum, og Gáin kom og segði søgu sína gjølla. Hann prógvaði hana so dyggiliga, at mannasálingar skiltu við tað sama, at tað var satt, ið hann segði. Samvitandi helt eisini við honum. Hann segði: ?Góðu menn! Vit hava allar grundir fyri at trúgva hasum; tí vit hava eggjað Alvalda til vreiði og hava við synd okkara volt, at Immanuel er rýmdur úr Mannasál. Vit hava havt ov mikið samfelag við púkar og gloymt náðina, ið okkum varð víst áður. Tað er tí ikki løgið, um fíggindar okkara, bæði í staðnum og uttan fyri hann, hava í ráðagerð og ætla at forkoma okkum. Og nær skuldi borið teimum betur til enn nú! Sjúkan gongur í Mannasál, og vit eru viknaðir av henni. Mangur og ein rættsintur maður er deyður av hesi sjúku, og púkarnir eru styrknaðir í hvørjum hesa seinastu tíðina.? Og Samvitandi helt áfram: ?Hesin góði, sannsagdi maður hevur harumframt bent á so mikið fyri mær, at hann skilti av tí, sum hann hoyrdi, at brøvini eru ikki fá, sum púkarnir hesa síðstu tíðina hava fingið frá Gamla Ormi og harkaliði hansara og sent teimum aftur brøv, sum miða móti at oyða okkum.? Táið mannasálingar hoyrdu alt hetta sum teir ikki fingu mótmælt skóru teir í grát. Gáin ásannaði eisini, meðan teir vóru hjástaddir, alt tað, sum Samvitandi hevði sagt. Teir tóku tí aftur at gremja seg um dárskap sín og sendu enn fleiri bønarbrøv til Alvalda og son hansara. Eisini søgdu teir hershøvdingunum, hinum høgu yvirmonnum og øllum hermonnunum, sum í Mannasál vóru, hvussu vorðið var, og bønaðu teir at búgva seg væl út til bardaga og hava gott treyst. Teir bóðu teir hava herklæði og vápn til reiðar og standa tilbúnar bæði nátt og dag at berjast við Gamla Orm, skuldi hann komið sum teimum var sagt, at hann ætlaði at kringseta Mannasál. Táið hershøvdingarnir hoyrdu hetta, hvat gjørdu tá teir, sum altíð høvdu verið so góðir við Mannasál! Jú, teir gjørdust allir Samson líkir, tóku álvara í seg og komu saman at ráðleggja og upphugsa, hvussu teir kundu sigra á hesum freku ætlanum, ið Helviti tað er Gamli Ormur og vinmenn hansara hevði spunnið í móti Mannasál, nú fólkið har var sjúkligt, veikt og útarmað. Teir samdust tá um at fara at á henda hátt: Portur Mannasálar skuldu verða hildin stongd og fest bæði við tvørstongum og lokum. Hvør og ein, ið út fór ella inn kom, skuldi verða gjølla rannsakaður av høvuðsmonnum vaktarinnar ?fyri at,? søgdu teir, ?hesir, sum skipa fyri álopinum á okkum og búgva millum okkara, kunnu verða tiknir, um teir nú koma ella fara, og eisini fyri at vit kunnu síggja, hvørjir teir eru her í staðnum, sum ringastir eru at upphugsa ætlanir, ið miða móti oyðing okkara.? Hitt næsta var, at leitað skuldi verða, og tað væl, eftir púkum av øllum sløgum um allan staðin, ja, at hús hvørs mans skuldu verða rannsakað, líka av loftinum niður í kjallaran, hús eftir hús, fyri at vita, um ikki kundi verða rakt við slíkar millum teirra, sum vóru við í svikunum. Framvegis varð gjørt av, at hvar og hjá hvørjum so púkar vórðu funnir, skuldu eisini teir mannasálingar, sum høvdu hýst teimum og fjálgað um teir, øðrum til ávaringar biðja um fyrigeving á torginum, so hvør maður hoyrdi. Harumframt varð ásett av íbúgvum Mannasálar, hins víðagitna staðar, at ein almenn føsta og ein eyðmýkingardagur skuldi verða hildin í øllum samfelagnum, fyri opinlýst at ásanna, at prinsurin var harri teirra, og teimum til minkanar, tí teir høvdu syndað so móti honum og móti Alvalda, faðir hansara. Og tað varð eisini gjørt av, at tann í Mannasál, sum ikki legði sær eina við at halda henda føstudag og eyðmýkja seg fyri syndir sínar, men hugsaði um jørðiska arbeiði sítt ella mól aftur og fram á gøtunum, skuldi verða hildin fyri púka og revsaður eins og púkarnir fyri gudleysa atburð sín. Uppaftur varð eisini givið tað boð, at mannasálingar skuldu, so skjótt og av so heitum hjarta, sum teir kundu, av nýggjum eyðmýkja seg fyri syndir sínar og endurnýggja bønir sínar til Alvalda eftir hjálp. Teir settu sær eisini fyri at senda ein mann til hirð hansara við tíðindum um alt, ið Gáin hevði sagt teimum. Eitt enn varð ásett: At Gáin skuldi fáa tøkk frá øllum í Mannasál fyri, at hann við slíkum ídni hevði virkað staði teirra til bata. Harumframt skuldi hann, aftur fyri at náttúra hansara var at søkja alt hitt besta fyri staðin og undirgang fígginda hansara, verða skipaður hin mætasti njósnarameistari, Mannasál til frama. Táið samfelagið og hershøvdingar tess høvdu gjørt hetta av, settu teir tað eisini í verk. Teir stongdu portrini, teir lótu leita væl eftir púkum, teir noyddu ein og hvønn, sum hevði hýst slíkum, at biðja um fyrigeving á torginum, teir hildu føstu sína, og teir sendu av nýggjum bønarbræv til prinsin. Gáin greiddi væl úr hondum tað, sum mannasálingar høvdu álagt honum og litið honum til; hann var ógvuliga samvitskusamur og trúgvur í tí øllum. Tí hann gjørdi skyldu sína av fullum huga, og ikki bert í Mannasál, men eisini uttan fyri staðin, gekk hann og kannaði eftir, hugdi og lurtaði. Stutt eftir hetta gjørdi hann seg til og helt avstað eina ferð. Hann tók leiðina móti fjallinum, har Helvitislið er, og fór til landið, har ivamenn búðu. Har fekk hann at hoyra um alt, ið talað hevði verið um í Mannasál; hann fekk greiði á, at Gamli Ormur var nærum liðugur at búgva seg út til herferð sína, og mangt annað sá og hoyrdi hann. Hann skundaði sær tí heimaftur, kallaði saman hershøvdingarnar og hinar elstu í Mannasál og segði teimum, hvar hann hevði verið, og hvat hann hevði hoyrt og sæð. Fram um alt gjørdi hann teir varar við, at Gamli Ormur var nærum liðugur at búgva seg út til herferð sína, at hann hevði sett sær Vantrúna gamla, sum einaferð breyt út úr fangahúsinum í Mannasál, til hershøvdinga, at allir hermenn hansara vóru mistreystingar, og at teir vóru yvir í tali. Framvegis segði hann teimum, at Gamli Ormur ætlaði at hava við sær allar hinar mætastu fúrstar Helvitis avgrundar og seta teir til yvirhøvuðsmenn yvir ivamonnum yvir herliði sínum. Eisini læt hann teir vita, at tað var heilt vist, at nógvir úr hinum svarta helli sjálvbodnir ætlaðu at koma við Gamla Ormi at leggja Mannasál aftur undir henda fúrsta sín. Og hann visti at siga teimum frá ivamonnum, sum hann hevði verið ímillum, at grundin fyri, at Vantrúni gamli var settur til hershøvdinga yvir øllum liðinum, var, at eingin var harðstjóranum trúgvari enn hann, og so bar hann eisini miskunnarleyst hatur til Mannasál. Harumframt høvdu mannasálingar eisini loypt so ilt í hann, at hann gloymdi tað ikki, men hevði sett í seg at taka hevnd. Men hinir svørtu fúrstar skuldu verða settir til yvirhøvuðsmenn; eingin uttan Vantrúni skuldi hava meiri vald enn teir. Tí eingin av hinum fúrstunum var so skjótur í vendini og so kønur at kringseta Mannasál sum hann hasum mundi eg gloymt at siga frá. Táið nú hershøvdingarnir og hinir elstu í Mannasál høvdu hoyrt tíðindini, ið Gáin hevði at bera, hildu teir vera best alt fyri eitt at gera eftir lógunum móti púkum, sum fúrsti teirra hevði givið teimum og boðið at nýta móti teimum. Tí varð sama dag sett í verk ein vandalig leitan, leys við alla flokkakenslu, í hvørjum húsi í Mannasál, eftir øllum sløgum av púkum. Og inni hjá Hugi og hjá hinum mæta manni Vilja vórðu tveir púkar funnir. Tann, ið teir funnu hjá Hugi, var Gírigi; men hann hevði skift navn og kallaði seg Skilsparna. Og hin, ið teir hittu hjá Vilja, var Holdslystur; eisini hann hevði skift navn og æt nú Sakleysi Stuttleiki. Hesar báðar tóku hershøvdingarnir og hinir elstu Mannasálar, settu teir í varðhald og buðu Sannamanni, fangavaktaranum, at ansa eftir teimum. Sannimaður eirdi teimum heldur ikki; hann legði teir í so tungar leinkjur, at teir, sum tíðin gekk, báðir fingu bróstsjúku, sum teir doyðu av í fangahúsinum. Og húsbóndur teirra vórðu eisini, sambært avgerð hershøvdinganna og hinna elstu, sær til skammar noyddir at biðja um fyrigeving á torginum, øllum øðrum mannasálingum til ávaringar. Á teimum døgum fór henda eyðmýking so fram: Tann, sum hevði syndað, fekk at kenna, hvussu illa hann hevði borið seg at, og fekk boð um at játta misbrot síni fyri almenningi og betra atferð sína munandi. Síðani hildu hershøvdingarnir og hinir elstu í Mannasál fram við at leita eftir øðrum púkum, har teir nú høvdu fjalt seg, í hellum, gjáum, holum og kjallarum, í ella rundan um múrar Mannasálar. Men tóat teir skilliga kendu fótaspor teirra og kundu eftir slóðini og stinkinum finna leið at loynistøðum teirra, líka at hellismunnanum og holunum, fingu teir kortini ikki fatur á teimum, so teir kundu revsa teir; slíkar sniðgøtur vóru leiðir teirra, so væl víggird vóru loynistøð teirra, og so kvikir vóru teir at fjala seg har. Men mannasálingar løgdu nú púkarnar, ið eftir vóru, undir slíkt harðræði, at teir vóru fegnir við at fáa fjalt seg í loynikrókum. Onkuntíð høvdu teir tort at ganga opinlýst í staðnum á alljósum degi; men nú vóru teir fegnir, bert teir kundu vága sær út, loyniliga og á náttartíð. Einaferð høvdu mannasálingar felagsskap við teir; men nú hildu teir teir vera deyðafíggindar sínar. Slíka broyting til hitt góða hevði Gáin fingið í lag í Mannasál, hinum navngitna staði, við tí, sum hann hevði opinberað. partur Men nú var Gamli Ormur liðugur at búgva út herliðið, sum hann ætlaði at koma við at leggja Mannasál í oyði. Hann hevði sett yvir her sín hershøvdingar og aðrar yvirmenn, slíkar, sum samsvaraðu við grimma lyndi hansara. Sjálvur var hann høvd yvir øllum, og næstur honum var Vantrúni; hvørjir ið síðani vóru hinir hægstu hershøvdingarnir, skulu vit siga frá seinni; men fyrst skulu vit nevna undirhøvuðsmenninar, fløggini og skjaldarmerkini. Fyrsti hershøvdingi teirra var Óði; hann var yvir teimum, ið ivaðust um útveljingina. Flagg hansara var reytt, merkisberi hansara æt Oyðandi, og skjaldarmerkið var hin stóri, reyði drekin. Annar hershøvdingin var Vitleysi; hann var yvir teimum, ið ivaðust um kall Guds. Merkisberi hansara æt Dapri, flagg hansara var gult, og skjaldarmerkið var hin brennandi flogormurin. Triði hershøvdingin var Fordømari; hann var yvir teimum, ið ivaðust um náðina. Eisini hansara flagg var reytt, Lívleysi bar tað, og skjaldarmerkið var hitt myrka hellið. Fjórði hershøvdingin var Ómettandi; hann var yvir teimum, ið ivaðust um trúnna. Hann við hevði reytt flagg, Gloypari bar tað, og skjaldarmerkið var hitt tambaða gapið. Fimti hershøvdingin var Svávul; hann var yvir teimum, ið ivaðust um áhaldnið. Hitt reyða flaggið blaktraði eisini yvir herdeild hansara, Brennandi bar tað, og skjaldarmerkið var hin blái, stinkandi login. Sætti hershøvdingin var Pínari; hann var yvir teimum, ið ivaðust um uppreisnina. Hann hevði gult flagg; merkisberi hansara æt Beiskur Harmur, og skjaldarmerkið var hin svarti ormurin. Sjeyndi hershøvdingin var Friðleysi; hann var yvir teimum, ið ivaðust um frelsuna. Uppaftur hann hevði reytt flagg, Ótryggi bar tað, og skjaldarmerkið var hin óhugnaliga mynd deyðans. Áttandi hershøvdingin var Gravarmunni; hann var yvir teimum, ið ivaðust um dýrdina; eisini hansara flagg var gult, merkisberi hansara æt Rotni, og skjaldarmerkið var skalli og bein av deyðum manni. Níggjundi hershøvdingin var Vónleysi; hann var yvir teimum, ið ivaðust um sæluna. Merkisberi hansara æt Mistreystingur, hann eins og fleiri av hinum hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var eitt heitt jarn og hitt harða hjartað. Hesir vóru hershøvdingar Gamla Orms, slíkir vóru herar teirra, hetta vóru merkisberar, fløgg og skjaldarmerki teirra. Men yvir teimum setti hann hershøvdingar við enn størri valdi, og teir vóru sjey, nevniliga: Fluguharri, Bjartleikin Falni, Illi Hópur, Oyðari, Ræðudreki, Tríhøvdahundur og Ónýti. Hesar sjey hevði Gamli Ormur sett yvir hershøvdingunum; men størri vald enn teir allir hevði Vantrúni, og Gamli Ormur sjálvur var kongur. Av hinum sjálvbodnu vóru nakrir, sum vóru hesum omanfyri nevndu líkir, settir til høvuðsmenn yvir hundrað, summir eisini yvir enn fleiri. Og so var nú herur vantrúarinnar fullfíggjaður. Teir hildu tá avstað frá fjallinum, har Helvitislið er; tí har hevði fundarstaður teirra verið. Haðani fóru teir til gongu og hildu beina leiðina til Mannasálar. Men, sum áður er nevnt, staðurin var eftir vilja Alvalda longu frammanundan ávaraður um komu teirra. Mannasálingar settu tí sterka vakt við portrini og høvdu eisini tvær reisur so mong vaktarstøð sum áður. Sleingjurnar vórðu settar upp, har tær kundu gera mesta nyttu og best kundu raka hinar vitleysu fíggindar Mannasálar við stóru steinum sínum. Og púkarnir, sum inni í staðnum vóru, fingu nú ikki volt so miklan skaða, sum ætlað var, at teir skuldu; tí mannasálingar svóvu ikki nú. Men ein ovurhonds ræðsla fall á hitt arma fólk, fyrsta sum fíggindar teirra komu undan, og táið teir tóku støðu uttan fyri staðin; serliga loypti ljóðið av bumbu fíggindanna ein ógvuligan hvøkk í tey. Og táið satt skal sigast, bumban hevði eisini eitt so ræðandi ljóð, at tað var at gerast bilsin av. Einar sjey fjórðingar í allar ættir var hvør maður, sum vakti, so at hann kundi hoyra tað, yvirtikin av ræðslu. Ræðuligt og mótminkandi var eisini at síggja øll fløgg fíggindanna blaktra. Táið Gamli Ormur var komin at Mannasál, legði hann fyrst á Oyrnaportur við einum vitleysum álopi; óivað hugsaði hann, at vinmenn hansara fyri innan mundu standa til reiðar at hjálpa honum; men hershøvdingarnir høvdu verið árvaknir og fyrivarnir, so hetta royndist vónbrot. Við tað at hann tí ikki fekk ta hjálp, ið hann hevði væntað sær, og við tað at herur hansara lá undir grótregni úr sleingjunum tí tað skal eg siga tykkum, at hershøvdingarnir fóru at sum rættir menn, serliga táið hugsað verður um, at sjúkan, sum so leingi hevði gingið í Mannasál, hevði volt miklan veikleika varð Gamli Ormur noyddur at taka seg nakað aftur frá staðnum og víggirða seg og menn sínar á markini so mikið burturfrá, at teir vóru tryggir fyri sleingjusteinunum. Táið hann soleiðis hevði víggirt seg, laðaði hann upp fýra álopsvirki móti Mannasál. Eitt nevndi hann Gamla Orm eftir sær sjálvum fyri tess meir at loypa ræðslu á mannasálingar. Hini trý nevndi hann Hvíluleysa, Fígginda og Hevnimyrðmann eftir trimum av hinum vitleysu andum Helvitis. Á henda hátt byrjaði hann leik sín við Mannasál, eins og ljónið spælir við rán sítt fyri at loypa ræðslu á fólkið og fáa staðin at falla. Men, sum eg segði, bæði hershøvdingar og hermenn vardu seg so manniliga og voldu atsóknarmonnunum slíkan skaða við sleingjunum, at teir noyddu fíggindan, tóat tað var honum beiskur biti at svølgja, at halda undan, og av hesum byrjaðu mannasálingar at fáa nýtt treyst. Á Gamla Ormi, álopsvirkinum, ið reist var norðan fyri staðin, setti harðstjórin upp hermerki sítt, og tað var øgiligt á at líta. Tí við djevulslisti hevði hann gjørt tað líkt einum skjaldarmerki og á slíkan hátt, at har var ein logandi eldur, ræðuligur at síggja, og í honum brann ein mynd av Mannasál. Táið Gamli Ormur hetta hevði gjørt, beyð hann bumbusláara sínum, at hann skuldi hvørja nátt nærkast múrum Mannasálar og sláa bumbuna til samráðingar. Grundin fyri, at hann beyð honum at gera hetta um næturnar, var, at um dagarnar vóru sleingjurnar honum ov meinar. Tí harðstjórin segði, at hann hevði hug at samráðast við mannasálingar, nú teir vóru óttaslignir. Og hann beyð, at sligið skuldi verða á bumbuna hvørja nátt fyri at troytta teir út, so at teir kanska til endans vórðu noyddir at taka upp samráðingar við hann, tað, sum teir fyrst als ikki vildu. Bumbusláarin gjørdi tá, sum honum var boðið; hann fór við bumbu síni og sló á hana. Og hugdi ein á Mannasál, nú hesin bumbusláttur var farin at hoyrast, tá var har myrkur og neyð, ljósið dimtist av tungum skýggjum (Es. ). Einki ljóð hevði nakra tíð verið at hoyrt á jørðini, so øgiligt sum hetta, uttan rødd Alvalda, táið hann talaði. Á, sum mannasálingar bivaðu! Tað sá ikki betur út, enn at teir fóru at verða gloyptir. Táið bumbusláarin á henda hátt hevði kallað til samráðingar, helt hann hesa røðu fyri mannasálingum: ?Húsbóndi mín biður meg siga tykkum, at um tit sjálvviljandi geva tykkum undir, skulu tit njóta hitt góða jarðarinnar; men eru tit harðvunnir, ætlar hann at taka staðin við valdi.? Men fólkið í Mannasál var longu flýtt til hershøvdingarnar, sum vóru í kastalinum, táið hetta strokið var liðugt at sláa bumbu, so nú var eingin at lurta eftir og svara honum; hann gjørdi tí ikki meiri av ta náttina, men fór aftur í tilhaldið til húsbónda sín. Táið Gamli Ormur sá, at við at sláa bumbu vann hann ikki, at mannasálingar góvu seg undir hann, sendi hann náttina eftir bumbusláaran at siga teimum, at hann hevði hug at samráðast við teir; men nú hevði hann onga bumbu við. Men táið saman um kom, var kallið til samráðingar einki uttan eini boð, at staðurin skuldi geva seg upp til Gamla Orm. Tó, teir hvørki góvu gætur ella lurtaðu eftir; tí teir mintust, hvat tað hina ferðina hevði kostað teimum bert at lýða á nøkur fá orð frá honum. Næstu nátt sendi hann aftur boð, og hvør halda tit, var nú sendimaður hansara til Mannasálar? Hin ræðuligi hershøvdingin, ið bar navnið Gravarmunni! Hann kom at múri staðarins og helt hesa røðu fyri mannasálingum: ?Á tit íbúgvar Mannasálar, uppreistrarstaðarins! Eg gevi tykkum í navni Gamla Orms tað boð, at tit fyri uttan nakað kjak seta opin portur staðar tykkara og lata hin høga harra koma inn! Men halda tit fram í uppreistri tykkara, skulu vit gloypa tykkum eins og grøvin, táið vit við valdi hava tikið Mannasál. Vilja tit tí gera eftir boði mínum, so sigið frá, og um ikki, latið meg vita tað!? ?Grundin fyri hesum kravi mínum? helt hann fram ?er, at eingin kann jú siga ímóti, at harri mín er fúrsti og høvdingi tykkara sum tit áður hava ásannað. Og hitt álopið, sum varð gjørt á harra mín táið Immanuel bar seg so skammiliga at við hann hevur ikki tikið rættin frá honum og skal ikki forða honum at royna at taka sítt aftur. Hugsið tykkum tí um, mannasálingar vilja tit brúka frið ella ikki? Geva tit tykkum upp við góðum, skal hin gamli vinskapur okkara millum verða endurnýggjaður; men siga tit nei og eru ólýdnir, so væntið tykkum einki uttan eld og svørð!? Táið hinir viknaðu mannasálingar hoyrdu henda mann og harða krav hansara, vórðu teir enn mótfalnari; teir svaraðu honum tó einki, so at hann fór, sum hann kom. Men táið teir høvdu samráðst sínámillum og eisini við summar av hershøvdingum sínum, vendu teir sær uppaftur til Talsmann og bóðu hann um ráð og leiðbeining. Talsmaður var jú yvirlærari teirra sum sagt er áður í hesi bók men lá nú sjúkur. Teir bóðu hann um vælvild í hesum trimum lutum: At hann vildi hyggja mildur á teir og ikki halda seg so nógv burtur frá teimum sum áður, men gera so væl at lurta eftir teimum, táið teir søgdu honum, hvussu illa teimum visti við. Men hesum gav hann sama svar sum fyrr, at hann livdi ikki væl enn og fekk tí ikki virkað sum onkuntíð. Hitt næsta, sum teir bóðu um, var, at hann vildi gera so væl at leggja teimum ráð viðvíkjandi støðu teirra, sum nú var so álvarsom, við tað at Gamli Ormur var komin og hevði kringsett staðin við ivamonnum. Framvegis søgdu teir, at bæði hann og hershøvdingar hansara vóru miskunnarleysir menn, sum teir ræddust. Men teir fingu tað svar frá honum, at teir máttu lesa í lóg prinsins; har sóu teir, hvat teimum var álagt at gera. Síðani bóðu teir hansara tign hjálpa sær at seta saman eitt bønarbræv til Alvalda og Immanuel, son hansara, og at hann vildi skriva undir tað saman við teimum sum eitt tekin fyri, at hann var samdur við teir í hesum. ?Tí, harri okkara,? søgdu teir, ?vit hava sent so mong bønarbrøv og fáa einki friðarsvar; men eitt, sum tú skrivar undir, vil vissuliga avrika tað, sum er Mannasál gott.? Tó, teir fingu einki svar frá honum uttan hetta, at teir høvdu eggjað Immanuel sín til vreiði og volt honum yvirlæraranum sorg, og tí máttu teir nú heysta ávøkstin av sínum egnu ráðum. Hetta svar Talsmans fall á teir eins og ein mylnusteinur, ja, tað nívdi so á teir, at teir vistu ikki, hvat teir skuldu gera; men geva seg undir tað, sum Gamli Ormur og hershøvdingi hansara kravdu, tað tordu teir kortini ikki. Hetta var tá trongdin, ið mannasálingar vóru komnir í, táið fíggindin herjaði á teir: Óvinir teirra stóðu til reiðar at gloypa teimum, og vinir teirra søgdust undan at hjálpa teimum. Tá reistist borgarstjórin, Vitigi nevndur, og fór at tala um orð Talsmans. Hann legði út og greiddi frá, inntil hann hevði fingið troyst burtur úr teimum, tóat tey tyktust vera so beisk. Leingi talaði hann aftur og fram á henda hátt: ?Fyrst sæst av orðum harra míns og tí slepst ikki undan at vit noyðast enn at tola ilt fyri syndir okkara. Men harnæst er at siga, at orðið ?enn? merkir, at til endans verða vit bjargaðir frá fíggindum okkara, og at táið vit hava havt nakrar sorgir enn, kemur Immanuel og hjálpir okkum.? Vitigi legði tess gjøllari merking í orð Talsmans, við tað at Talsmaður var meir enn ein profetur, og at tí eitt og hvørt orð, ið hann talaði, varð sagt á tann hátt, at altíð ein djúp og greið merking var at finna í tí. Og mannasálingum var loyvt at grunda á tey og útleggja tey á besta hátt, sær til bata. Teir søgdu tí Talsmanni farvæl og fóru aftur til hershøvdingarnar og søgdu teimum, hvat Talsmaður hevði talað við teir. Táið hershøvdingarnir hoyrdu hetta, hildu teir allir hitt sama sum Vitigi. Teir byrjaðu tí at fáa mót av nýggjum og búgva seg út til eitt manniligt álop á her fíggindans fyri at fáa oytt allar púkar og øll hesi rekavættini, ivamenn, sum harðstjórin hevði havt við sær at forkoma Mannasál, hinum arma staði. Allir fóru nú, hagar sum teir áttu at vera hershøvdingarnir, Vitigi, Samvitandi og Vilji, hvør tók sína støðu. Hershøvdingunum longdist eftir at virka okkurt fyri prins sín og útinna stórverk í bardaga. Dagin eftir komu teir tí saman at ráðleggja, og táið teir høvdu tosað saman, komu teir ásamt um, at sleingjurnar skuldu svara hershøvdinga Gamla Orms. Hetta varð tá gjørt um sólarris morgunin eftir, og Gamli Ormur, sum hevði vágað sær nærri aftur, kom í ein ræðuligan gróthegling. Tí eins og mannasálingar ræðast einki so illa sum ljóðið frá bumbum Gamla Orms, ræðist hann einki so illa, sum táið sleingjur Immanuels verða væl nýttar. Gamli Ormur varð tí noyddur at halda undan eina ferð enn og taka støðu enn longri frá Mannasál, hinum víðagitna staði. Tá læt Vitigi, borgarstjórin í Mannasál, ringja við klokkunum og beyð, at Samvitandi skuldi bera Talsmanni fram tøkk fyri, at hann við orðum sínum hevði veitt hershøvdingum og hinum elstu Mannasálar styrki til at halda ímóti Gamla Ormi. Táið Gamli Ormur sá, at hershøvdingar og hermenn, høgu harrar og navnframu menn hansara vóru óttaslignir og jarðlagdir av steinum úr hinum gyltu sleingjum prinsins yvir Mannasál, smíðaði hann saman onnur svik og segði við sær sjálvum: ?Eg skal royna at fanga teir við at sleiska, eg skal royna at smikra teir inn í net mítt.? Hann kom tí nakað skjótt fram at múrinum aftur; men hesa ferð vóru hvørki bumbusláarin ella Gravarmunni hershøvdingi við honum. Nei, nú hevði hann so at siga smurt varrar sínar við sukri og tyktist vera ein fagurlátin, friðsamur fúrsti, sum einki ætlaði at gera av illvilja, ei heldur ætlaði at hevna seg á Mannasál fyri hitt illa, ið honum var gjørt. Tvørturímóti, hann lætst at vilja staðnum og fólkinum, ið har var nú, alt gott, alla eydnu og framgongd hetta segði hann vera einastu ætlan sína. Táið hann tí hevði biðið um loyvi at halda eina røðu fyri mannasálingum, tók hann til orða og segði: ?Á hjartans longsil mín, Mannasál, navngitni staður! Hvør manga vøkunáttina havi eg ikki havt, og hvør mangt møðsamt sporið havi eg ikki stigið fyri, um gjørligt, at vinna tað, sum tær er gott! Tað er minni, minni enn so, at eg vil nakran ófrið við teg, bert tú vilt við góðum og uttan alt stríð geva teg upp til mín! Tú veitst, at eg átti teg einaferð! Minnist eisini, mannasálingar, at so leingi sum tit vóru fegnir at hava meg til harra, og eg kundi gleðast yvir tykkum sum tegnar mínar, treyt tykkum einki av allari teirri gleði, sum heimurin kann geva, og sum eg, harri og fúrsti tykkara, kundi fáa tykkum ella finna upp at lívga og frøa tykkum við! Hugsið um, at aldri høvdu tit so mangar tungar og myrkar løtur við trupulleika og hjartapínu, meðan tit hoyrdu mær til, sum tit hava havt, síðani tit rivu tykkum leysar frá mær! Og aldri fáa tit heldur frið aftur, fyrrenn tit og eg verða samdir sum áður. Um tit nú bert ikki eru treiskir, men fagna mær aftur, skal eg seta í gildi hitt gamla frælsisbræv tykkara við øllum serrættindum tess, ja, og vaksa ómetaliga nógv um hesi rættindi. Tit skulu frælsir og óheftir náa at taka, hava, fegnast yvir og ognast alt tað, sum stuttligt er, úr eystri líka í vestur. Og aldri, so leingi sum sól og máni lýsa, skal eg minnast tykkum nakað av tí, sum tit so ófólkaliga hava gjørt mær ímóti. Ei heldur skal nakar av hasum kæru vinmonnum mínum, sum nú av ótta fyri tykkum fjala seg í hellum, holum og gjáum í Mannasál, nakra tíð aftur gera tykkum mein; nei, teir skulu vera tænarar tykkara og veita tykkum gávur av ogn og inntøku síni. Mær nýtist ikki at siga meir um teir; tit kenna teir og hava onkuntíð stórliga fegnast við felagsskap teirra. Hví skal tá slík ósemja halda á okkara millum! Latum okkum gerast kunningar og vinir aftur sum í forðum! Takið ikki vinmanni tykkara illa upp, at eg loyvi mær at tala so ósmæðin við tykkum! Kærleikin, ið eg beri til tykkara, noyðir meg at gera tað, og somuleiðis íðinskapur hjarta míns fyri vinum mínum, ið millum tykkara búgva. Voldið tí ikki longur mær trupulleika og tykkum sjálvum ótta og ræðslu! Mannasál vil eg hava við góðum ella við illum! Og dárið tykkum ikki við at líta á hershøvdingar tykkara og hervald teirra, ella á, at Immanuel tykkara fer skjótt at koma tykkum til hjálpar! Av slíkum styrki verða tit ikki leingi fróir! Eg eri komin ímóti tykkum við einum heri av sterkum og røskum monnum, og allir fúrstar avgrundarinnar eru yvir honum. Og hershøvdingar mínir eru kvikir sum ørnin og sterkir sum ljónið og fyllast ikki við ráni heldur enn úlvar á kvøldi. Hvat eru Og í Basan ( Mós. ) og Goliat úr Gat ( Sám. ), ja, og hundrað slíkir, móti einum av hinum minstu hershøvdingum mínum! Hvussu skal tá Mannasál hugsa at sleppa undan hond míni og valdi mínum!? Táið Gamli Ormur hevði lokið hesa sleisku, smikrandi og følsku lygirøðu, sum hann helt fyri Mannasál, hinum navngitna staði, tók Vitigi til orða og svaraði honum á henda hátt: ?Á Gamli Ormur, fúrsti myrkursins og meistari í øllum falsi! Mangan ov mikið hava vit longu drukkið av teirri oyðandi skál, sum lygnir tínar og sleiskandi orð tíni skeinkja vit hava roynt nóg mikið av tí! Skuldu vit tá nú aftur lurtað eftir tær og brotið boð hins stóra Alvalda okkara við at samst við teg og verðið tær líkir! Hevði tá ikki fúrsti okkara vrakað okkum og rikið okkum frá sær í allar ævir! Og táið hann hevði rikið okkum frá sær mundi hitt staðið, ið hann hevur gjørt tær til reiðar, verðið okkum ein hvíldarstaður! Harumframt á tú, sum ikki hevur ein sannleiksneista í tær! vilja vit fyrr doyggja fyri hond tíni enn samtykkja í lygnum, sviki og sleiskandi orðum tínum!? Táið harðstjórin sá, at lítið vanst við at skifta orð við borgarstjóran, spann djevulsk øði í hann, og hann gjørdi av eina ferð enn at herja á Mannasál við ivamannaheri sínum. Hann sendi tí boð eftir bumbusláara sínum og fekk hann at sláa bumbuna, so at herurin kundi búgva seg til at gera álop á staðin. Mannasálingar nøtraðu, táið teir hoyrdu bumbuna verða sligna. So nærkaðist nú Gamli Ormur við heri sínum. Hann skipaði fyri álopinum á henda hátt: Grimma og Pínara hershøvdingar, teir báðar læt hann taka støðu fyri Kensluportri og beyð teimum at halda seg búnar til bardaga. Og hann gav eisini tað boð, at um neyðugt gjørdist, skuldi Friðleysi koma teimum til hjálpar. Við Nasarportur læt hann Svávul og Gravarmunna taka støðu og beyð teimum at halda væl vakt við hesa síðu Mannasálar. Men fyri Eygnaportri læt hann hin grimliga Vónleysa taka støðu; hann reisti tá her ræðuliga hermerki sítt. Ómettandi skuldi varðveita tað, sum Gamli Ormur hevði í viðføri. Eisini varð honum álagt at ansa eftir tí, sum rænt kundi verða frá fíggindunum, og seta í varðhald teir persónar, ið tiknir vórðu. Munsportur ætlaðu mannasálingar at hava at gera mótálop úr; har settu teir tí sterka vakt. Tí um hetta portur fóru teir, ið sendir vórðu við bønarbrøvum til Immanuel, prins teirra. Í erva yvir hesum portri stóðu eisini sleingjurnar, sum hershøvdingarnir nýttu at grýta fíggindarnar undir við. Hetta portur stóð eisini á eini hædd, so at har var eina best at hava sleingjurnar, og steinarnir, ið haðani vórðu kastaðir, gjørdu heri harðstjórans nógvan skaða. Av hesi grund og øðrum royndi Gamli Ormur, um gjørligt var, at typpa Munsportur við skarni. Nú, meðan Gamli Ormur uttan fyri Mannasál hevði nógv um at vera við at búgva seg út til álop á staðin, høvdu hershøvdingarnir og herurin inni í staðnum ikki minni um at vera við at gera seg til. Teir settu upp sleingjur sínar og vundu hermerkini á stong, teir blástu í hornini og tóku sjálvir støðu, har teir hildu seg kunna verða fíggindanum meinastar og Mannasál til mesta nyttu. Síðani fingu hermenninir boð um at vera til reiðar, hornið varð blást til bardaga. Vilji tók á seg at halda vakt yvir uppreistrarmonnunum inni í staðnum. Hann lovaði at gera alt, hann kundi, at taka teir, um teir vágaðu sær út, og at køva teir í hellunum, holunum og rivunum, har teir fjaldu seg, í múrum Mannasálar. Og táið satt skal verða sagt um Vilja, hevði eingin maður í Mannasál sýnt seg ærligari og djarvari enn hann, alla tíðina síðani hann bað um fyrigeving fyri mistak sítt. Tí hann tók tveir brøður, sum itu Flennibítur og Káti, og negldi teir sjálvur á krossin. Hesir báðir vóru synir Sakleysa Stuttleika, sum hevði verið húskallur hjá Vilja. Tí hóast faðir teirra var settur fastur, høvdu synirnir til tá verið í húsinum. Grundin fyri, at hann krossfesti teir, var henda: Eftir at faðir teirra var givin Sannamanni, fangavaktaranum, upp í hendur, byrjaðu hesir báðir synir hansara við somu ónollum, sum hann hevði verið fongdur við, at amast upp á døtur húsbóndans og fjasast við tær, ja, illgruni var havdur um, at teir høvdu gjørt meiri av enn so og hetta hevði Vilji fingið at vita. Men honum dámdi ikki ovrásin at taka nakran av lívi; tí vildi hann ikki taka teir alt fyri eitt, men setti vakt og læt kanna eftir, um tíðindini vóru sonn. Og hesum fekk hann skjótt prógv fyri. Tí tveir av tænarum hansara, Eftirkannari og Frásigari, tóku teir í óhøviskari atferð meir enn eina ferð og tvær ferðir og fóru tí og søgdu húsbónda sínum frá. Táið nú Vilji hevði fingið so mong prógv, at hann noyddist at trúgva, at hetta var so, tók hann hesar báðar ungu púkarnar tí tað vóru teir, við tað at faðir teirra var føddur púki og fór við teimum at Eygnaportri. Har reisti hann ein ógvuliga høgan kross, beint fyri eygum Gamla Orms og hers hansara, og hongdi hesi ungu illmenni á hann. Við hesum vildi hann eins og bjóða Vónleysa hershøvdinga av, sum har hevði reist hitt ræðuliga hermerki harðstjórans. Henda kristna dáð hins djarva Vilja gjørdi Vónleysa sera háman, loypti mistreyst á her Gamla Orms og ótta á hini rekavættini, púkarnar í Mannasál, og gav hershøvdingum Immanuels, prinsins, mót av nýggjum. Tí Gamli Ormur og herur hansara sóu av hesum, at tað var álvara hjá mannasálingum, at teir ætlaðu at berjast, og at púkarnir inni í staðnum vóru ikki menn fyri at útinna slíkt, sum hin gamli hevði vónað. Og hetta var ikki hitt einasta, ið hin djarvi Vilji gjørdi, sum prógvaði, at hann av ærligum huga vildi Mannasál væl og var prinsinum trúgvur sum eisini skal verða sagt frá. Eisini Skilsparni var settur í fangahús; men tveir synir hansara vóru eftir í húsinum hjá Hugi; teir itu Gríski og Fingralangi. Hugur átti eina óskilgitna dóttur, ið æt Goymsynd, og við henni hevði Skilsparni fingið hesar báðar. Táið nú Gríski og Fingralangi fingu at frætta, hvat Vilji hevði gjørt við Flennibít og Káta, royndu teir at sleppa sær burt fyri ikki at koma at drekka somu skál. Men hetta varð Hugur varur við, og hann tók teir og stongdi teir inni í húsi sínum til morgunin eftir tí hetta var á náttartíð. Og við tað at hann mintist, at eftir lóg Mannasálar áttu allir púkar at lata lív og tað vóru teir frá faðirfólkinum, ið hvussu var, summir siga, frá móðurfólkinum við so tók hann og bant teir við leinkjum, fór við teimum á sama stað, har Vilji hevði hongt báðar sínar, og har hongdi hann teir. Hetta, sum Hugur gjørdi, styrkti mannasálingar og setti nýtt mót í teir, so at teir royndu alt, ið teir kundu, at fáa fatur á enn fleiri av hesum púkunum, ið voldu trupulleika í staðnum. Men nú fjaldu teir seg so væl í avkrókum, at teir fingust ikki í hond; teir settu tí góða vakt at ansa eftir teimum og fóru síðani, hvør maður heim til sín sjálvs. Eg segði tykkum í áðni, at Gamli Ormur og menn hansara vórðu heldur hámir og mótfalnir, táið teir sóu tað, sum Vilji gjørdi, at hann hongdi hinar báðar púkarnar. Men teir sótu ikki leingi og kúrdu; skjótt vendist hugur teirra í vitleysa øði og ovurhonds illsinni móti mannasálingum, og hin gamli gjørdi av at leggja á staðin. Eisini mannasálingar og hershøvdingarnir í staðnum høvdu nú fingið betri vón og treyst; teir trúðu, at teir skuldu verða við yvirlutan til endans og ræddust tí hinar minni. Og so helt Samvitandi eina prædiku um hetta; hann valdi sær henda tekst: ?Gad ein fíggindaflokkur ger álop á hann, men til endans er tað hann, ið ger álop? ( Mós. ). Út av hesum skriftstaði vísti hann, at hóast tað kom at standa nóg illa til hjá mannasálingum í fyrstu atløgu, skuldi vissuliga sigurin vera teirra, táið av tornaði. Gamli Ormur beyð nú bumbusláara sínum at sláa til álop á Mannasál. Men hershøvdingarnir, sum í staðnum vóru, lótu blása í horn til mótálop á hann; teir høvdu ikki bumbu, men nýttu silvurhorn, sum nú vórðu blást móti Gamla Ormi. Nú kom herur Gamla Orms at staðnum at taka hann; men hershøvdingarnir, sum í kastalinum vóru, lótu sleingjurnar á Munsportri grýta teir undir, so tað var øgiligt. Og nú hoyrdist einki úr heri Gamla Orms uttan ræðulig øði og gudsspottan; men inni í Mannasál vóru góð orð at hoyra og bøn og sálmasongur. Fíggindin svaraði teimum við vitleysum mótmæli og hinum ræðandi bumbuljóði; men uppaftur góvu mannasálingar aftursvar við grótheglingi úr sleingjunum og ljómandi hornblástri. Á henda hátt stóð bardagin við í fleiri dagar; bert onkra løtu av og á steðgaðu teir; tá fingu mannasálingar sær ein bita, og hershøvdingarnir gjørdu alt til reiðar til enn eitt álop. Høvdingar Immanuels vóru í herklæðum av silvuri og hermenninir í búna, sum var royndur. Hermenn Gamla Orms vóru í jarnbúna, sum tó ikki kundi verja teir móti skotunum frá tólum Immanuels. Nakrir av monnunum inni í staðnum vóru særdir, summir illa. Og hitt versta var, at tað var so illa statt við læknar í Mannasál, við tað at Immanuel enn var frástaddur. Kortini vaks har eitt træ, hvørs bløð forðaðu fyri, at hinir særdu doyðu; tó kom ógvuligur bruni í sár teirra, og summi stinkaðu ræðuliga. Hesir mannasálingar vórðu særdir: Skynsami; hann fekk mein í høvdið. Ein annar, ið særdur varð, var Vitigi, borgarstjórin, sum fekk skaða í eygað. Eisini Hugur varð løstaður; hann fekk eitt sár á magan. Og undirlærarin, hin ærligi Samvitandi, fekk eitt skot ikki langt frá hjartanum. Tó varð eingin av hesum monnum særdur til deyða. Av almúgumonnum vórðu eisini mangir særdir, og ikki fáir lótu beinleiðis lív. Men í heri Gamla Orms varð ein heilur hópur særdur og dripin. Til dømis vórðu bæði Óði og Grimmi særdir, og Fordømari varð noyddur at halda undan og víggirða seg longri burtur frá Mannasál. Hermerki Gamla Orms varð kollvelt, og merkisberi hansara, Mikliskaði, fekk skallan soraðan av einum sleingjusteini; av hesum varð Gamli Ormur ógvuliga sorgarbundin og hámur. Mangir ivamenn vórðu eisini beinleiðis dripnir; tó vóru nóg mangir eftir til at fáa Mannasál at nøtra og biva. Við tað at mannasálingar sigraðu henda dagin, fingu bæði teir og hershøvdingarnir nýtt dirvi; men yvir heri Gamla Orms lá eitt skýggj. Tó, hetta loypti enn vitleysari øði í hann og harkalið hansara. Dagin eftir hvíldu mannasálingar seg, og teir góvu boð, at ringt skuldi verða við klokkunum; glaðir blástu teir eisini í hornini, og hershøvdingarnir skóru í fagnaðarróp um allan staðin. Vilji var heldur ikki latur; hann var ógvuliga ágrýtin at liggja púkunum eftir lívinum; av teimum vóru jú mangir eftir í Mannasál enn, og summir høvdu givið seg til húskallar har. Ikki bert helt hann teimum í støðugum ótta; men hann fekk hendur á einum, ið nevndur var Einhvør. Hetta bartrogið er umrøtt áður í bókini; tit minnast kanska, at tað var hann, sum leiddi til Gamla Orm hinar tríggjar menninar, ið púkarnir høvdu tikið úr herdeild Torusonar hershøvdinga, og sum yvirtalaði teir at geva seg í tænastu Gamla Orms at berjast við her Alvalda. Vilji tók eisini ein kendan púka, sum æt Leysifótur og var høvuðsmaður hjá rekavættunum í Mannasál; hann hevði til arbeiðis at bera tíðindi úr staðnum út í tilhald Gamla Orms og haðani aftur til púkarnar í staðnum. Hesar báðar sendi Vilji við vaktarmonnum til Sannamann, fangavaktaran, og beyð honum at binda teir við leinkjum; tí hann ætlaði at lata teir leiða út og krossfesta, táið hann helt tað vera samfelagnum mest til bata og heri fíggindans til størstan smeit. Vitigi borgastjóri var jú særdur fyri kortum og fekk tí ikki gingið so væl sum áður; men hann gav øllum innføddum mannasálingum boð um at vera dúgligir, varðveita vaktartænastu sína væl og lata síggjast, at teir vóru menn, táið um galt. Samvitandi prædikari legði sær eisini eina við at halda mótinum uppi í mannasálingum við øllum hinum góðu prógvum sínum. Nú, nakað eftir hetta komu hershøvdingarnir og kapparnir millum mannasálingar ásamt um at gera eitt álop úr staðnum á her Gamla Orms; teir ásettu tíðina, og tað skuldi verða gjørt á nátt. Men hetta var býttisskapur av mannasálingum; tí náttin var altíð hin besta tíð hjá fíggindum teirra at berjast, men hin ólagaligasta tíðin fyri teir sjálvar. Men so vildu teir nú gera; nú hildu teir einki vera óført, og minnið um hin seinasta sigur teirra gjørdi eisini sítt til hetta. Táið nú hin ásetta náttin kom, kastaðu hinir djørvu hershøvdingar prinsins lut um, hvør teirra ið skuldi vera á odda í hesum ovbodna tiltaki móti Gamla Ormi og púkaheri hansara. Luturin fall á Trúgvanda, Roynda og Vóngóða; teir skuldu vera oddamenn í hesi vónleysu roynd. Hesin Royndi var av prinsinum sjálvum, meðan hann búði í Mannasál, settur til hershøvdinga. Teir gjørdu tá nú álop sítt á herin, ið helt staðin kringsettan, og teir brustu saman við høvuðsherlið fíggindanna. Men Gamli Ormur og menn hansara vóru sannir meistarar at berjast á nátt. Teir slóu herbumbu við tað sama og vóru so væl búnir at taka upp bardagan, sum um hinir høvdu havt boðað frá komu síni frammanundan. Harður samanbrestur varð tí í løtuni, og hvørgin parturin eirdi. Bumba Helvitis varð sligin á ræðuligasta hátt, samstundis sum hornblástur prinsins ljómaði vakurt. Soleiðis byrjaði tá slagið. Ómettandi varðveitti viðføri Gamla Orms og bíðaði eftir, at komið skuldi verða við herfonginum. Hershøvdingar prinsins bardust sum menn, mangan reystligari, enn væntað kundi verða. Teir særdu mangar og noyddu allan her Gamla Orms at halda undan. Men eg dugi ikki at siga, hvussu tað bar til táið hinir djørvu Trúgvandi, Vóngóði og Royndi eltu fíggindaherin, høgdu niður og gingu hart á baklið hansara, barst Trúgvanda á, og hann datt og meinslaði seg so illa, at hann fekk ikki reist seg aftur, fyrrenn Royndi kom honum til hjálpar. Av hesum kom ólag í herlið teirra. Trúgvandi hevði eisini so ilt, at hann fekk ikki hildið sær, men rópti hart av pínu. Av hesum fingu hinir báðir hershøvdingarnir ilt fyri hjartað, tí teir hildu Trúgvanda vera deyðasærdan; herur teirra kom enn meiri í ólag og misti hugin at berjast. Og Gamli Ormur aktaði væl eftir. Tóat júst tá stóð so illa til hjá honum, at tap tyktist vera í hendi, sá hann fullvæl, at ein steðgur var komin í hjá teimum, sum eltu hann; og hvat gjørdi hann tá! Jú, hann ivaðist ikki um, at hershøvdingarnir vóru særdir og kanska deyðir, og tí helt hann uppat at renna undan. Síðani vendi hann sær á og gjørdi álop á her prinsins við allari teirri vitleysu øði, sum Helviti kundi veita honum. Og so heppin var hann, at hann hitti beint á hesar tríggjar hershøvdingarnar, Trúgvanda, Vóngóða og Roynda; hann høgdi og stakk og særdi teir so ræðuliga illa, at teir av mótloysi, óskili, sárum og blóðtapi sínum nóg illa vóru mentir at sleppa sær í trygd inn um aftur víggirðingina, tóat teir høvdu til hjálparmenn tríggjar hinar frægastu í Mannasál. Táið nú allar hinar herdeildir prinsins sóu, hvussu vánaligt úrslitið var hjá hesum hershøvdingunum, hildu allir vera beinast at halda undan og bjarga tí, sum bjargast kundi; teir fóru tí inn aftur um álopsportrið. Soleiðis endaði tá hesin samanbresturin. Men Gamli Ormur gjørdist so blásin av tí, sum hesa nátt hevði hent, at hann ivaðist ikki um, at eftir fáum døgum skuldi hann vinna lættligan og heilan sigur á Mannasál. Dagin eftir kom hann tí sera ósmæðin tætt at staðnum og beyð, at upp skuldi verða latið honum, og at teir í løtuni skuldu geva seg undir vald hansara. Eisini púkarnir í Mannasál byrjaðu at gera sær heldur dælt sum sýnt skal verða seinni. Men hitt reystmennið Vitigi borgarstjóri svaraði honum, at tað, sum hann ætlaði sær at fáa, mátti hann taka við valdi; tí so leingi sum Immanuel, prinsur teirra, var á lívi um hann so í løtuni ikki var við teimum, sum teir høvdu viljað samtyktu teir aldri at geva Mannasál upp til nakran annan. Og nú reistist Vilji og segði: ?Gamli Ormur, høvdingi avgrundarinnar og fíggindi als, ið gott er! Ov væl vita vit, ørmu mannasálingar, um harradømi og stjórnarlag títt og um, hvør endin vissuliga verður, um vit geva okkum undir teg til at gera slíkt. Tóat vit tí, hina ferð táið vit ongan kunnleika áttu, loyvdu tær at taka okkum eins og ein fuglur, ið sær ikki snerruna, fellur í hendur fuglamansins nú, síðani vit vendu okkum frá myrkri til ljós, hava vit eisini vent okkum frá valdi Satans til Gud (Áp. ). Og tóat vit við svikum tínum og við svikum púkanna her í staðnum hava havt sváran miss og eru komnir í miklan trupulleika fyrr vilja vit doyggja, her sum vit standa, enn geva okkum upp, leggja vápnini frá okkum og lúta fyri slíkum ræðuligum harðstjóra sum tær. Harumframt hava vit vón um, at á tøkum tíma kemur bjarging okkara frá hirð Alvalda, og tí halda vit á at berjast við teg.? Táið Gamli Ormur hevði lýtt á hesar báðar mansligu røður, ið Vilji og Vitigi høvdu hildið, var hann ikki rættiliga so andbráður longur; men tær eggjaðu hann til eina ræðuliga og vitleysa øði. Men mannasálingar og hershøvdingarnir styrktust av at hoyra tær, og tær vóru Trúgvanda eins og grøðing fyri sár hansara. Tí tit kunnu ætla, at ein djørv røða, nú hershøvdingar staðarins og bardagamenn teirra høvdu verið noyddir at flýggja, og nú fíggindin gjørdist mótaður og naskur vegna sigur sín og otaði seg tætt at múrunum og kravdi, at upp skuldi verða latið honum tit kunnu ætla, at slík tala var eitt orð á røttu tíð og til nyttu. Eisini inni í staðnum læt Vilji síggjast, at hann var maður. Meðan hershøvdingarnir vóru úti í bardaga við herinum, gekk hann vápnaður inni í Mannasál, og hitti hann púkar, fingu teir sterku hond hansara at kenna og vórðu stungnir við hvassa svørði hansara. Tað vóru ikki fáar av púkunum, hann særdi, millum aðrar Atfinningarsama, Andbráða, Ráðisliga og Knarruta. Eisini ein heilan hóp av minni týðandi púkum meinslaði hann illa. Og allar teir, ið hann beinleiðis drap, er her ikki stundir at nevna. Grundin fyri, at tað bar Vilja so væl til at gera hetta júst tá, var, at hershøvdingarnir vóru farnir úr staðnum at berjast við fíggindar uttanfyri. Nú hildu púkarnir í Mannasál vera lagamanni hjá sær at spinna uppreistur í inni í staðnum. Teir vóru tí skjótir at taka seg saman og byrjaðu alt í einum at volda eitt øgiligt óskil; nú skuldi alt verða kollvelt í Mannasál eins og fyri einum ræðuligum ódnarstormi. Tí var tað, sum eg segði, at Vilji nýtti høvið til at herja á teir við monnum sínum og høgga teir niður, lemja og meinsla teir; tað var so eiðasørt, at hann ræddist nakað. Púkarnir vóru tá ikki seinir at smoyggja sær aftur í loynikrókar sínar, og Vilji fór heimaftur til sín sjálvs. Hetta manndómsbragd Vilja var í nakran mun endurgjald fyri skaðan, ið Gamli Ormur hevði volt hershøvdingunum. Eisini sýndi hetta fíggindunum, at mannasálingar lútaðu ikki, fyri tað at teir taptu eitt slag ella bæði tvey. Harðstjórin varð á henda hátt skerdur eina ferð enn og fekk ikki geipað so, sum hann annars hevði gjørt eg meini við, um púkarnir høvdu fingið staðin í sama óføri, sum hann fekk hershøvdingarnar. Nú, Gamli Ormur gjørdi av at royna seg við Mannasál eina ferð enn. ?Tí,? hugsaði hann, ?vann eg teir eina ferð, kann eg eisini vinna teir tvær ferðir.? Hann beyð tí monnum sínum at vera til reiðar tann og tann tíma á náttini til uppaftur at herja á staðin, og tað serliga legði hann teimum eina við, at teir skuldu av allari megi leggja á Kensluportur og royna at bróta seg um tað inn í Mannasál. Kenniorðið, ið hann hesa ferð gav yvirmonnum og heri sínum, var ?eldur Helvitis?. ?Og,? segði hann, ?gongur, sum eg vildi, og vit bróta okkum inn í staðin, annaðhvørt nakrir av okkum ella allur herurin, síggið tá til, tit, sum innum koma, at tit gloyma ikki kenniorðið! Latið einki annað vera at hoyra í Mannasál enn hetta: ?Eldur Helvitis, eldur Helvitis, eldur Helvitis!?? Boð varð eisini givið, at bumban skuldi verða sligin uttan íhald, og at merkisberararnir skuldu lata fløggini blaktra. Og hermenninir fingu boð um ikki at lata dirvi vanta, men lata síggjast, at teir vóru menn í bardaganum við mannasálingar. Táið so náttin var komin, og harðstjórin hevði búgvið alt út til bardaga, gjørdi hann snarálop á Kensluportur, og eftir ein stuttan samanbrest varð hetta portur brotið upp; tí táið satt skal verða sagt, var tað veikt og ikki torført at sora sundur. Táið roynd Gamla Orms hevði eydnast honum so mikið, setti hann Pínara og Friðleysa, tveir hershøvdingar sínar, at verja hetta portur. Síðani ætlaði hann at ota seg longri inn í staðin; men hershøvdingar prinsins hildu ímóti honum og gjørdu honum framgongdina torførari, enn hann hevði viljað. Og satt at siga, gjørdu teir ta mótstøðu, ið teir kundu; men við tað at tríggir hinir frægastu hershøvdingar teirra vóru særdir og av teirri grund minni enn so fingu gjørt tað fyri staðin, ið teir annars høvdu kunnað og allir hinir vóru ivaleysa nóg illa staddir av ivamonnum og hershøvdingum teirra, sum vóru við Gamla Ormi, so var valdið, teir høvdu at berjast við, teimum ov sterkt, og teir vóru ikki menn fyri at forða fíggindanum at ota seg inn í staðin. Menn prinsins og hershøvdingar teirra tóku seg undan og fóru inn í kastalið, sum var víggirda borg Mannasálar. Hetta gjørdu teir, bæði fyri at bjarga sær sjálvum og fyri at tryggja staðin, men eisini og mest hetta fyri at varðveita Immanuel fremsta kongssæti hansara í Mannasál, tí tað var kastalið. Táið nú hershøvdingarnir vóru flýddir inn í kastalið, tók fíggindin, uttan at mikil mótstøða varð gjørd, restina av staðnum, og sum teir tá otaðu seg inn í hvønn krók, róptu teir, meðan teir gingu, eftir boði harðstjórans: ?Eldur Helvitis, eldur Helvitis, eldur Helvitis!? Einki var tá eina tíð at hoyra í allari Mannasál uttan hetta ræðuliga róp: ?Eldur Helvitis!? og óljóðið frá bumbu Gamla Orms. Og nú hingu skýggini dimm yvir Mannasál, og vit manna kundi einki síggja uttan undirgang staðarins. Gamli Ormur noyddi eisini mannasálingar at hýsa hermonnum sínum. Ja, líka hús Samvitanda var so fult av hesum útlendsku ivamonnum, at ikki fleiri rúmaðust inni, og sama var hjá Vitiga borgarstjóra og Vilja. Hvør krókur, hvør smátta, hvør løða og hvørt svínabøli var fult av hesum skaðadýrum. Líka róku teir mannasálingar av húsunum og svóvu sjálvir í seingjum teirra og sótu við borð teirra. Á arma Mannasál! Nú fekst tú at kenna ávøkst syndarinnar, ja, eiturið í sleiskandi orðum Holdstrygga! Hermenn Gamla Orms forkomu øllum, ið teir numu við, ja, settu eld á víða hvar í staðnum. Mong smábørn soraðu teir sundur og drópu enntá fostrini í móðurlívi. Og hvør kundi væntað tað øðrvísi! Hvussu kundi nakar hugsa, at útlendskir ivamenn høvdu samvitsku, miskunn ella samkenslu! Mangar kvinnur í Mannasál, bæði yngri og eldri, neyðtóku teir og fóru illa við teimum, ja, eins og ómælandi kríatúr, so at tær svímaðu; barnakonur hittu reis, og mangar lógu deyðar, bæði mitt á gøtum staðarins og í avkrókum. Mannasál tyktist tí nú lítið annað vera enn eitt drekabøli, ein ímynd Helvitis, ein staður bølamyrkurs. Mannasál lá mestsum lík hini turru oyðimørk; har gróði einki uttan tornir og tistlar, notur og illgresi, og allar staðir stinkaði illa. Eg segði tykkum í áðni, hvussu hesir púkarnir, ivamenn, róku mannasálingar av seingjum teirra, og nú skal eg leggja aftrat, at teir særdu teir, bukaðu teir, ja, nærum bardu heilan úr mongum. Mongum, segði eg! Nei, flestum, um ikki øllum! Samvitanda særdu teir illa, og sár hansara tóku so ilt fyri seg, at hann hvørki dag ella nátt hevði ein linna, men kendi seg, eins og hann lá á pínubonki samt og javnt; og teir høvdu beint fram dripið hann, hevði ikki Alvaldi verið. Vitiga borgarstjóra fóru teir so illa við, at teir mundu stungið eygu hansara út, og hevði Vilji ikki sloppið sær inn í kastalið, høvdu teir hakkað hann í molar; tí við tí sinnalagi, hann hevði nú, hildu teir hann vera ein hin ringasta fígginda Gamla Orms og harkaliðs hansara, sum í Mannasál var. Og víst var tað, at hann hevði roynst maður; tit skulu fáa meir at hoyra seinni um manndómsbrøgd hansara. Nú kundi ein gingið heilar dagar í Mannasál og valla hitt ein mann, ið sá út, sum hann var trúgvandi. Á hin ræðuligi standur í Mannasál nú! Í hvørjum horni var fult av útlendskum ivamonnum. Reyðklæddir og svartklæddir gingu teir í flokkum um í staðnum; í húsunum hoyrdist ikki mannamál fyri andstyggiliga óljóði teirra; teir kvóðu ólíklig kvæði, søgdu frá lygisøgum og spottaðu Alvalda og son hansara. Nú komu eisini púkarnir út, sum fjaldu seg í holum og rivum í múrum Mannasálar; teir smæddust ikki nú, men reikaðu um við frekum andlitum undir liðini á ivamonnum, sum í Mannasál vóru. Ja, nú tordu teir betur at ganga á vegnum, heimsøkja húsini og vísa seg opinlýst enn nakar av hinum ærligastu íbúgvum Mannasálar, hins vanlukkuliga staðar. Men Gamli Ormur og útlendska harkalið hansara kendu seg ikki væl heitnar í Mannasál; tí teir nutu ikki slíkan blíðskap har sum hershøvdingar og hermenn Immanuels. Mannasálingar hundskaðu teir alt, ið teir kundu; teir fingu ikki við góðum nakað, sum teimum tørvaði; teir vóru noyddir at taka tað við valdi. Mannasálingar fjaldu fyri teimum alt, ið teir kundu, og tað var við ringum tannabiti, teir lótu hesar útlendsku fáa tað, sum teir ikki kundu fjala. Ørmu menn! Teir høvdu verið fegnir at sæð hinar farið heldur enn hava teir hjá sær; men sum var, vóru teir fangar teirra, og øðrvísi kundi ikki verða í løtuni. Men teir vístu teimum so kaldligt andlit og vóru so óblíðir við teir, sum teir á nakran hátt kundu. Og hershøvdingarnir í kastalinum grýttu teir undir við sleingjunum samt og javnt; av hesum vórðu teir argir og uppøstir. Víst gjørdi Gamli Ormur mangar royndir at bróta upp portur kastalisins; men Gudsótti, sum var settur til vaktarmann har, var ikki bebbaræddur, og hann dugdi so væl at skipa fyri og var slíkt reystmenni, at so leingi sum hann var á lívi, var einki at hugsa um at bróta upp hetta portur, hvussu fegin so Gamli Ormur vildi kunnað tað; allar royndir hansara móti Gudsótta miseydnaðust. Eg havi stundum ynskt eftir, at tann maðurin einsamallur hevði valdað Mannasál. Nú, á henda hátt stóð við í Mannasál um hálvttriðja ár; staðurin var ófriðarstøða, mannasálingar vóru noyddir at halda til á loynistøðum, og dýrd Mannasálar var løgd í dustið. Hvørja hvíld kundu tá íbúgvarnir finna, hvønn frið kundi Mannasál eiga, og hvør sól kundi lýsa á staðin! Um so fíggindin hevði ligið uttan fyri Mannasál, kundi hann kortini eftir so langari tíð volt hungur í staðnum; men nú nú vóru óvinirnir inni í honum; staðurin noyddist at vera teimum tjald, skotgrøv og verndarvirki, meðan teir herjaðu á kastalið, ið har var; mannasálingar máttu so at siga berjast við mannasálingar og vera vernd teirra, sum vóru fíggindar styrki og lívs teirra! Eg sigi: Fíggindarnir nýttu verndarvirki og skansar staðarins at tryggja seg í, inntil teir fingu tikið og oytt kastalið, ja, rivið tað á grund. Hetta var ræðuligt! Men so var støða Mannasálar nú. Táið Mannasál hevði verið í hesi syndarligu og grøtiligu støðu, so leingi sum eg nevndi í áðni, og einki vanst við nøkrum bønarbrævi, ið teir alla hesa tíð høvdu sent prinsi sínum, komu íbúgvarnir saman til fundar hinir elstu og mætastu, meini eg við. Fyrst gramdu teir seg allir eina góða løtu um, hvussu ræðuliga illa teir vóru staddir, og um tann øgiliga dóm, ið yvir teir var komin. Síðani samdust teir um at skriva enn eitt bønarbræv um hjálp og senda Immanuel tað. Men Gudsótti reistist og svaraði, at so mikið visti hann at siga teimum, at harri hansara prinsurin aldri hevði fagnað og ei heldur fór at fagna nøkrum bønarbrævi viðvíkjandi hesum viðurskiftum, hvør tað so var, ið sendi tað, uttan Talsmaður setti navn sítt undir tað. ?Og hetta,? legði hann aftrat, ?er grundin fyri, at tit einki hava vunnið alla hesa tíð.? Tá søgdu teir, at teir skuldu skriva eitt bræv og fáa Talsmann at seta navnið undir tað. Men Gudsótti svaraði uppaftur, at hann visti so mikið við, at Talsmaður setti ikki hondina undir nakað bønarbræv, um hann sjálvur ikki hevði verið uppi í at seta tað saman og skriva tað. ?Harumframt,? segði hann, ?kennir prinsur jú skrift Talsmans frá øllum øðrum skriftum í heiminum; tí ber ikki til at narra hann, hvat ið so verður smíðað saman. Ráð míni eru tí, at tit eiga at fara til Talsmann og bøna hann um at hjálpa tykkum.? Hann var tá í kastalinum, har allir hershøvdingarnir og hinir vápnaðu menninir vóru. Teir takkaðu tá so hjartaliga Gudsótta og gjørdu, sum hann hevði mælt teimum til. Teir fóru til Talsmann og søgdu honum, hví teir komu, nevniliga tí støða Mannasálar var so grøtilig, og at teir tí vónaðu, at hansara tign vildi gera so væl at skriva eitt bønarbræv fyri teir til Immanuel, son Alvalda, hins máttuga, og við honum til kong teirra og faðir hansara. Talsmaður spurdi: ?Hvussu skal bønarbrævið ljóða, sum tit vilja hava meg at seta saman fyri tykkum?? Teir svaraðu: ?Harri okkara veit best, hvussu illa Mannasál er stødd, hvussu vit hava vent okkum frá prinsi okkara og eru falnir frá honum. Tú veitst eisini, hvør hann er, sum er komin at berjast við okkum, og at Mannasál nú liggur undir bardaga samt og javnt. Og tú veitst, hvussu fíggindarnir eins og villdýr hava hagreitt menn, kvinnur og børn okkara hvat tey hava útstaðið undir hondum teirra, og at púkarnir, sum millum okkara hava verið, nú eru framligari at lata seg síggjast á gøtum staðarins enn mannasálingar sjálvir. Skrivi harri okkara tí eftir vísdómi Guds, sum í tær er, eitt bønarbræv fyri ørmu tænarar tínar til Immanuel, prins okkara!? ?Ja,? segði Talsmaður, ?eg skal skriva eitt bønarbræv fyri tykkum og eisini seta hond mína undir tað.? ?Og nær skulu vit koma til harra okkara eftir tí?? spurdu teir. Men hann svaraði: ?Tit mugu vera hjástaddir, táið tað verður skrivað, ja, og tit mugu seta í tað ynski tykkara. Víst skal tað verða skrivað við penni mínum, og eg skal skriva undir tað; men pappír og blekk mugu tit lata sjálvir; hvør kann annars siga, at tað er eitt bønarbræv frá tykkum! Mær tørvar jú einki bønarbræv at senda, tí eg havi einki misbrot gjørt!? Og hann legði aftrat: ?Einki bønarbræv verður sent frá mær í navni mínum til prins og síðani við honum til faðir hansara uttan teir, sum innihald brævsins hevur serliga við at gera, við hjarta og sál sameinast við mær í tí, sum skrivað verður; tað má verða nevnt í brævinum.? Teir vóru av hjarta samsintir við Talsmann í hesum, sum hann segði, og nú varð við tað sama eitt bønarbræv skrivað fyri teir. Men hvør skuldi fara við tí? Tað var næsti spurningurin. Talsmaður mældi til, at Trúgvandi skuldi fara; tí hann var orðkringur maður. Boð vórðu tí send eftir honum, og teir greiddu honum frá málinum. ?Ja,? svaraði hershøvdingin; ?eg vil fegin gera hatta fyri tykkum, og tóat eg eri lamin, skal eg kortini gera hesi ørindi fyri tykkum, so skjótt og so væl sum eg kann.? Innihald bønarbrævsins var hetta: ?Harri og drottur okkara, Immanuel prinsur, mikli, langmóðigi fúrsti! Náði streymar av vørrum tínum, og hjá tær er miskunn og fyrigeving, tóat vit hava sett okkum upp móti tær. Vit, mannasálingar, eru ikki verdir at verða kallaðir tínir longur, ei heldur at eiga lut í vanligu signingum tínum. Tó bøna vit teg og við tær faðir tín at taka burtur misbrot okkara. Vit ganga við, at tú kundi rikið okkum frá tær fyri tey, men fyri navns tíns skuld, ger tað ikki! Hygg heldur á, hvussu syndarliga vit eru staddir, og nýt tað sum høvi til at sýna okkum náði og samkenslu! Vit eru kringsettir úr øllum ættum, harri, fráføll okkara revsa okkum, púkarnir inni í staði okkara ræða okkum, og herur eingils hinnar botnleysu avgrundar voldir okkum angist. Men náði tín kann bjarga okkum, og vit vita ongan annan enn teg at fara til. Harumframt, fúrsti náðinnar, hava vit volt, at hershøvdingar okkara eru viknaðir og hava mist mótið! Teir eru sjúkir, og nú stutt síðani hava summir av teimum boðið ræðuligan ósigur fyri hond og valdi harðstjórans og hava verðið noyddir at flýggja undan honum. Ja, og enntá teir hershøvdingar okkara, sum vit áður litu mest á teir vóru reystmenni eru nú særdir. Men, harri, fíggindar okkara liva og eru sterkir; teir reypa og ganga andbráðir, og teir hótta við at býta okkum ímillum sín sum herfong. Og so hava teir lagt á okkum við ivamonnum í túsundtali, slíkum, sum vit ikki á nakran hátt fáa vart okkum ímóti; teir eru allir grimmir á at líta og miskunnarleysir, og teir sigast hvørki at ræðast okkum ella teg. Vísdómur okkara er burtur, máttur okkara er farin; tí vit eru skildir frá tær. Vit eiga einki, sum vit kunnu kalla okkara, uttan synd og skomm okkara, og vit standa við kinnroða vegna misbrot okkara. Sýn okkum samkenslu, harri, sýn okkum samkenslu, okkum, sum búgva í Mannasál, neyðstadda staði tínum, og bjarga okkum av hondum fígginda okkara! Amen.? Hetta bønarbræv setti Talsmaður hond sína undir sum nevnt áður, og Trúgvandi, hitt djarva reystmennið, bar tað til hirðina. Hann fór út um Munsportur við tí sum eg havi sagt fyrr, var hetta álopsportur staðarins og helt avstað og kom til Immanuel við tí. Hvussu hetta kom út, veit eg ikki; men út kom tað, ið hvussu var, ja, tíðindini um tað komu sjálvum Gamla Ormi fyri oyru. Tað veit eg av tí, at hann fór við tað sama at brúka seg um tað, áklagaði mannasálingar fyri tað og segði: ?Uppreistrarmenn tykkara, ólýdnu mannasálingar! Eg skal fáa tykkum at leggja av at senda bønarbrøv! Takast tit enn við slíkt! Jú men skal eg noyða tykkum at leggja tað av!? Hann visti eisini, hvør sendimaðurin var, ið bar prinsinum brævið, og tað loypti øði í hann og fekk hann samstundis at ræðast. Hann beyð tí, at bumba hansara skuldi verða sligin aftur; tað vóru mannasálingar ikki mentir at hoyra. Men táið Gamli Ormur vildi hava hana sligna, vóru teir noyddir at hoyra hana. Nú bumban varð sligin, og púkarnir komu saman. Tá segði Gamli Ormur: ?Tit djørvu púkar! Tykkum veri kunnigt, at teir smíða svik móti okkum í Mannasál, hesum uppreistrarstaði! Tí hóast vit hava tikið staðin, sum tit síggja, hava mannasálingar, hasi vesalavættini, tó verið so drístugir, at teir hava vágað sær at bjóða til at senda boð til hirðina til Immanuel eftir hjálp uppaftur nú. Hetta sigi eg tykkum, fyri at tit kunnu vita, hvussu tit skulu tíggja teir til, íbúgvarnar í hesum ónda staði. Tí gevi eg tykkum tað boð, púkarnir, álitismenn mínir, at tit skulu loypa enn meiri angist á fólkið í Mannasál, plága tey við svikabrøgdum tykkara, ræna konur teirra, neyðtaka moyggjar teirra, drepa børn teirra, sora høvdini á gomlu monnum teirra, seta eld á stað teirra og annars gera teimum alt ilt, ið tit kunnu. Hetta skal vera hevnd mín á mannasálingar fyri vitleysa uppreistur teirra móti mær.? So ljóðaði boð hansara, hoyra tit; men áðrenn tað varð sett í verk, kom nakað til hindurs. Men Gamli Ormur gavst ikki so; dagin eftir fór hann niðan at portri kastalisins og rópti, at um ikki upp varð latið, so at hann og fylgisneytar hansara fingu komið inn, skuldu teir bøta við lívinum fyri tað. Hesum svaraði Gudsótti tí hann var tann, ið helt vakt við portrið at upp varð ikki latið, hvørki honum ella monnunum, sum vóru í hóslagi við honum. Og hann legði aftrat, at tá mannasálingar høvdu tolað ilt eina stund enn, skuldu teir verða gjørdir fullkomnir, styrktir og grundfestir. Tá segði Gamli Ormur: ?Gevið tá upp til mín menninar, ið hava sent bønarbræv, mær ímóti, serliga Trúgvanda, sum bar prinsi tykkara brævið! Latið meg fáa klørnar í handa vargin, so skal eg fara frá staðnum!? Nú steig fram ein púki, sum æt Dári, og segði: ?Tað er gott tilboð, ið harri mín ger tykkum; betri er tykkum, at ein maður doyr, enn at allur staður tykkara skal ganga til grundar.? Men Gudsótti svaraði honum so: ?Hvussu skjótt søkkur ikki Mannasál í avgrundina, um íbúgvarnir geva trúgv sína til Gamla Orm! At geva upp Trúgvanda er at geva upp Mannasál; táið hann er farin, fer skjótt allur staðurin somu leið!? Og Vitigi borgarstjóri segði: ?Á glúpski harðstjóri tín! Tær veri kunnigt, at vit lurta ongum eftir, sum tú sigur! Vit hava gjørt av at veita tær mótstøðu, so leingi sum Mannasál eigur ein hershøvdinga, ein hermann, eina sleingju og ein stein, sum vit kunnu kasta eftir tær!? Men Gamli Ormur svaraði: ?Vóna tit enn? Vænta tit tykkum hjálp enn? Hyggja tit enn eftir hjálparmonnum? Tit hava sent boð til Immanuel, men óreinska gudloysis tykkara situr so føst á klæðum tykkara, at eingin rein bøn kann koma um varrar tykkara. Hugsa tit, at ætlan tykkara fer at eydnast og hava framgongd? Nei, ynski tykkara verða vónbrot; tí tað er ikki bert eg, sum eri óvinur tykkara, Immanuel tykkara er tað við; ja, tað er hann, sum hevur sent meg ímóti tykkum at kúga tykkum! Hvør er tá vón tykkara! Og á hvønn hátt vænta tit at sleppa undan!? Tá segði Vitigi borgarstjóri: ?Vissuliga hava vit syndað; men tað skal einki bata tær. Immanuel okkara hevur sagt, og tað í miklari trúfesti: ?Tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur? (Jóh. ). ?Eisini hevur hann sagt okkum á tú fíggindi okkara! at øll spottan skal verða menniskjum fyrigivin (Matt. ). Tí tora vit ikki at geva okkum í vónloysi, men vilja enn sum higartil skoða úteftir, vænta og vóna bjarging.? Nú var Trúgvandi komin aftur frá hirð Immanuels til kastali Mannasálar og hevði ein pakka við sær. Táið Vitigi borgarstjóri fekk at vita, at Trúgvandi var komin, rýmdi hann og lurtaði ikki eftir rópum harðstjórans longur; hann læt hann bert leika óðan á múrinum og móti kastalisportrinum. Vitigi fór, hagar Trúgvandi hevði tilhald, og heilsaði honum, spurdi, hvussu við visti, og hvørji góð tíðindi hann visti frá hirðini. Tár stóðu í eygum hansara, táið hann spurdi hershøvdingan hetta. Tá svaraði Trúgvandi: ?Hav gott treyst, harri mín! Alt fer at verða gott til endans.? Og nú tók hann pakkan og legði hann hjá sær. Hetta hildu borgarstjórin og hershøvdingarnir vera merki um góð tíðindi. Og við tað at Vitigi skilti, at nú fór ein náðartíð at renna upp, sendi hann boð eftir øllum hershøvdingum og hinum elstu Mannasálar; teir høvdu tilhald ymsar staðir í kastalinum ella stóðu og hildu vakt. Hann læt siga teimum, at Trúgvandi var komin aftur frá hirðini, og at hann hevði bæði almenn og persónlig tíðindi at bera teimum. Teir komu tá allir til hansara, heilsaðu honum og spurdu, hvussu ferð hansara hevði gingist, og hvørji góð tíðindi hann visti frá hirðini. Trúgvandi svaraði teimum, sum hann hevði svarað Vitiga borgarstjóra, at alt fór at verða gott til endans. Táið hann á henda hátt hevði svarað teimum, loysti hann uttan av pakkanum og kom við fleiri brøvum, ið vóru til ymsar teirra, sum boð vóru send eftir. Hitt fyrsta var til Vitiga borgarstjóra. Í tí stóð, at Immanuel prinsur var væl nøgdur við, at borgarstjórin hevði verið so trúgvur og álítandi í embæti sínum og so umhugsin fyri Mannasál og fólkinum har. Eisini stóð, at hann, Vitigi, skuldi vera vísur í, at tað var ikki gloymt, dirvið, hann hevði sýnt fyri Immanuel, prins sín, sum hann so trúfastur hevði barst fyri móti Gamla Ormi. Og brævið endaði við, at hann skuldi vissuliga skjótt fáa løn sína. Annað brævið, ið Trúgvandi tók úr pakkanum, var til hin aðalborna Vilja. Í tí stóð, at Immanuel prinsur dugdi væl at síggja, hvussu reystur og djarvur hann hevði verið fyri heiður harra síns, nú hann var burturstaddur, og nú Gamli Ormur hevði dungað vanvirðing oman yvir navn hansara. Eisini stóð, at prinsur hansara hevði verið glaður at hoyra, hvussu trúfastur hann hevði verið Mannasál, við tað at hann við sterkari hond og vakjandi eyga hevði kúgað púkarnar, sum enn gingu og smeittu sær í hinum ymsu loynikrókunum, teir høvdu í Mannasál, hinum víðagitna staði. Prinsurin skrivaði framvegis, at honum var ikki ókunnigt, at Vilji hevði við egnum hondum revsað summar av hinum fremstu uppreistrarmonnunum har; hetta hevði loypt miklan ótta á fíggindarnar, men verið øllum mannasálingum gott fyridømi. Vilji skuldi skjótt fáa løn sína, skrivaði hann. Triðja brævið var til Samvitanda undirlærara. Í tí stóð, at prinsur hansara virdi hann fyri, at hann so ærliga og trúfast hevði varðveitt starv sítt og útint tað, sum harri hansara hevði litið honum til ámint, revsað og ávarað mannasálingar samsvarandi lógum staðarins. Framvegis stóð í brævinum, at prinsurin var honum takksamur fyri, at hann hevði kallað fólkið til at halda føstu og sita í sekki og øsku, táið uppreisturin var í Mannasál. Somuleiðis fyri, at hann hevði sent boð og biðið Toruson hjálpt sær í hesum umvarðandi virki. Eisini Samvitandi skuldi skjótt fáa løn sína, skrivaði prinsurin. Fjórða brævið var til Gudsótta. Í tí skrivaði harri hansara, at hann visti, at Gudsótti var fyrstur at kenna Holdstrygga sum tann, ið einsamallur, við svikum og falsi sínum, voldi, at tað, sum gott var, tók av og viknaði í Mannasál, hinum signaða staði. Framvegis læt harri hansara hann vita, at hann mintist enn tár og sorg hansara um støðu Mannasálar. Í brævinum var eisini nevnt, at harri hansara virdi hann fyri hina ferðina, táið hann kom fram á Holdstrygga, sum tá sat til borðs í húsi sínum millum gestir sínar og stuttleikaði sær við tí í huga at fáa útint villmannagerðir sínar móti Mannasál. Immanuel umtalaði harumframt í brævinum, hvussu hesin æruverdi persónur, Gudsótti, hevði staðið sum maður við kastalisportrið móti øllum hóttum og álopum harðstjórans, og at hann var tann, ið hevði fingið mannasálingar at skriva prinsi teirra bønarbræv við slíkum innihaldi, sum hann kundi fagna og tí veita teimum friðarsvar. Gudsótti við skuldi tí skjótt fáa løn sína, endaði prinsurin brævið. Oman á alt hetta kom Trúgvandi við einum brævi enn; tað var til allar mannasálingar. Í tí skrivaði harri teirra, at hann hevði í huga øll hini mongu bønarbrøv, teir høvdu skrivað honum, og at teir skuldu fáa at síggja meiri úrslit av teimum, enn teir higartil høvdu sæð. Prinsurin segði eisini í hesum brævi, at honum toknaðist væl, at hjørtu og sinni teirra nú til endans hildu fast við hann og leiðir hansara, tóat Gamli Ormur hevði veitt teimum slíka atsókn at hann hvørki við sleiskum orðum ella við ringari viðferð hevði fingið teir at lúta fyri óndu ætlan síni. Brævið endaði við, at prinsurin hevði latið Mannasál Talsmanni upp í hendur og sett Trúgvanda at stjórna har, og so legði hann hesi orð aftrat: ?Síggið nú til, at tit geva tykkum undir stjórn teirra! Tit skulu fáa lønina, táið tíðin til tess er komin.? Táið nú hin reysti Trúgvandi hevði flýtt øllum teimum brøvini, sum tey vóru til, fór hann, hagar sum Talsmaður búði, og tosaði við hann nakað leingi. Tí teir báðir vóru ógvuliga góðir vinmenn, og teir vistu eisini betur, hvussu fór at gangast Mannasál, enn allir hinir íbúgvarnir tilsamans. Talsmaður hevði miklan kærleika til Trúgvanda, ja, mangur góður biti varð sendur Trúgvanda frá borði hansara. Honum kundi hann eisini sýna eitt blídligt andlit, um so eitt myrkt skýggj fjaldi allar aðrar mannasálingar. Táið nú hesir báðir høvdu talað saman nakað leingi, fór Trúgvandi heim til sín sjálvs at fáa sær eina hvíld. Men ikki varð leingi, tá komu uppaftur boð eftir honum frá Talsmanni. Trúgvandi fór til hansara, og teir heilsaðust á vanligan hátt. Trúgvandi spurdi: ?Hvat hevur harri mín at siga við tænara sín?? Talsmaður fór við honum einsæri, og eftir at hann hevði sýnt honum eini tvey tekin fyri vinskap sín, segði hann: ?Eg seti teg at vera yvir øllum heri harra míns í Mannasál. Frá hesum degi skulu tí allir mannasálingar vera boði tínum lýdnir, og tú skalt vera tann, ið leiðir teir inn og leiðir teir út. Og tí skalt tú, við at tú ert settur til hetta starv, fremja bardagan fyri fúrsta tín og fyri mannasálingar móti Gamla Ormi og heri og harkaliði hansara. Allir hinir hershøvdingarnir skulu standa undir tær.? Nú byrjaðu mannasálingar at skilja, hvussu nógv Trúgvandi var umhildin, bæði við hirðina og av Talsmanni í Mannasál; tí eingin annar sendimaður hevði vunnið nakað ella havt slík góð tíðindi frá Immanuel sum hann. Teir gramdu seg tí fyrst nakað illa um, at teir ikki høvdu vent sær meiri til hansara eftir hjálp í neyðini, og síðani sendu teir boð til Talsmann við Samvitanda undirlærara og bóðu um, at teir sjálvir og alt, ið teir áttu, skuldi með alla verða lagt undir Trúgvanda at stjórna, verja, varðveita og skipa fyri. Samvitandi fór tá og bar hesi boð, og hann fekk tað aftursvar av Talsmans egna munni, at Trúgvandi skuldi vera hin hægsti yvir øllum heri kongsins móti fíggindum kongsins og Mannasál til bata. Hann neig djúpt fyri Talsmanni og takkaði honum og fór síðani aftur til teirra, sum sent hann høvdu, við hesum tíðindum. Men alt hetta varð gjørt so loyniliga sum gjørligt, við tað at fíggindarnir høvdu enn mikið vald í staðnum. partur Tó, vit halda nú fram við søgu okkara. Táið Gamli Ormur nú sá, at Vitigi borgarstjóri ræddist ikki at veita honum mótstøðu, og at eisini Gudsótti stóð stinnur, spann øðin í hann, og hann kallaði saman til herráð og hevði í ætlan at hevna seg á Mannasál. Allir fúrstar avgrundarinnar við Vantrúna gamla á odda hildu tá fund saman við øllum hershøvdingum Gamla Orms. Teir ráðløgdu nú um, hvat gjørt skuldi verða, fyrst og fremst, hvussu teir skuldu fáa tikið kastalið; tí teir kundu ikki rokna seg fyri at vera harrar Mannasálar, so leingi sum tað var í hondum fígginda teirra. Ein mældi nú til hetta, ein annar til hatta. Men við tað at ikki semja fekst í spurninginum, reistist Oyðari, sum var forseti fundarins, og byrjaði at tala. ?Brøður mínir!? segði hann; ?eg havi tvinni uppskot at seta fram fyri tykkum. Hitt fyrra er: Latum okkum fara úr Mannasál út aftur á slættan! Tí okkum nyttar einki at vera her, so leingi sum fíggindar okkara ráða yvir kastalinum. Og ógjørligt er okkum at taka tað, meðan so nógvir raskir hershøvdingar eru í tí, og hatta jarnið Gudsótti heldur vakt við portur tess. Men táið vit sjálvkravdir eru farnir út aftur á slættan uttanfyri, verða teir sjálvsagt glaðir at hava fingið ein lætta, og tað kundi borið á, at teir eisini líka sjálvsagt byrja aftur at vera líkasælir. Og tá geva teir sær sjálvir eitt dyggari slag, enn okkum er gjørligt at geva teimum. Og um nú ikki gongur á henda hátt, so kann tað kortini bera á, at hershøvdingar teirra halda út aftan á okkum, og tit vita, hvussu illa teimum gekst, seinast vit bardust uttan fyri staðin. Ið hvussu er kunnu vit bert lokka teir út á markina, kunnu vit lata menn liggja á lúri hinumegin staðin, og táið so herurin er komin út úr Mannasál, herja teir á og fara inn og taka kastalið.? Men Fluguharri reistist og svaraði: ?Tað er ógjørligt at fáa lokkað teir allar út úr kastalinum. Tit kunnu vera vísir í, at summir verða verandi har at varðveita tað. Og ein slík roynd hjálpti ikki, uttan vit kundu vita við vissu, at vit fingu teir allar út.? Hann helt tí, at tað, sum skuldi verða gjørt, mátti gerast á onkun annan hátt. Men bestu ráðini, ið hinir klókastu av teimum kundu leggja, vóru tey, sum Oyðari hevði mælt til áður, nevniliga at fáa mannasálingar aftur út í synd. Fluguharri tók tó uppaftur til orða: ?Um so vit verða verandi í staðnum ella úti á markini, um vit berjast við teir og drepa menn teirra einki av hesum ger okkum til harrar yvir Mannasál. Tí so leingi sum ein í staðnum er mentur at lyfta fingurin ímóti okkum, verður Immanuel í parti við teimum, og heldur hann við teimum, vita vit okkum ikki tryggar ein tíma.? ?Tað, sum eg haldi? segði hann ?er tí, at eingin leið at fáa teir í trældóm er ímóti hesi: At fáa teir at synda. Vit kundu? helt hann fram ?líka væl havt latið allar ivamenn okkara verðið heima, sum hava teir her, uttan so er, at vit fáa gjørt teir til høvdingar og harrar í kastalinum. Tí ivamenn í frástøðu eru bert líkir mótmælum, ið verða feld við prógvum. Men kunnu vit bert fáa teir inn í kastalið og gera teir til harrar har, so vinna vit sigur. Latum okkum tí fara út aftur á slættan! Vit skulu ikki vænta, at hershøvdingarnir í Mannasál koma aftan á okkum; men kortini sigi eg: Latum okkum gera hetta! Og áðrenn vit fara, eiga vit at halda samráðing við hinar trúføstu púkar okkara, sum enn fjala seg í Mannasál, og seta teir til arbeiðis at svíkja staðin upp í hendur okkara! Tí sanniliga mugu teir gera tað, um tað nakra tíð allar ævir skal verða gjørt!? Táið Fluguharri hevði hildið hesa røðu, var alt ráðið noytt at halda við honum í hesum, at skuldi kastalið verða tikið, máttu mannasálingar fáast at synda. Teir fóru tá at leggja saman ráð um, á hvønn hátt teir kundu fáa hetta í lag. Tá trein fram Bjartleikin Falni og segði: ?Ráð Fluguharra eru frálík, og leiðin at fáa tey útint er henda haldi eg: ?Latum okkum fara úr Mannasál við heri okkara! Ja, latum okkum gera tað og ikki ræða teir longur við avbjóðingum ella hóttum, heldur ikki við bumbusláttri ella nøkrum øðrum, sum loypir hvøkk í teir! Vit skulu bert taka støðu á markini nakað frá staðnum og látast, eins og vit einki løgdu í teir. Tí at ræða teir er bert at gera teir árvaknar tað síggi eg og fáa teir at vápna seg enn betur. Eg havi eisini hugsað mær at nýta eitt annað herbragd. Tit vita, at keypstevnur verða hildnar í Mannasál; mannasálingar eru óførir í keypskapi. Hvussu halda tit tá, tað hevði verið, um nakrir av púkum okkara høvdu látist at verið keypmenn úr fjarløgdum landi og farið á marknaðin í Mannasál og selt nakrar av vørum okkara? Sektin lá á, hvussu ódýrar teir seldu vørurnar, um teir so lótu tær fyri hálvt virði! Men teir, ið á henda hátt fara á marknað mannasálinga at handla, eiga at vera klókir og okkum fulltrúgvir; so skal eg vedda um krúnu mína, at tað fer at eydnast. Eg havi longu hugsað um tveir, sum eiga at vera hinir røttu skálkarnir til hetta verkið; teir eru: Oyrnasparni Krónuoyðslari og Skinsvinningur Markarmissur; hin seinni stendur ikki aftari av hasum báðum. Og hvat halda tit, um vit eisini lata Dýraheim og Núgóða fara við teimum? Teir eru snildir og duga at snúgva sær og eru trúgvu vinir og hjálparmenn okkara. Latið hesar og mangar aðrar fara undir hatta verk fyri okkum! Fáið mannasálingar at hava nógv um at vera við handil, so teir verða stórir og ríkir! Tað er júst leiðin at fáa klørnar í teir. Minnast tit ikki, hvussu vit á henda hátt fingu vald á Laodikea? (Op. ). Og teir eru mangir, sum vit í dag halda føstum í hesi snerru. Tí táið mannasálingar byrja at kenna seg ríkar, gloyma teir veikleika sín, og lata vit teir tá vera í friði, kundi borið á, at teir sovnaðu og gloymdu at halda vakt yvir staðnum og kastalinum og við portrini. Ja, og vit fara á henda hátt at fáa mannasálingar so ovbyrðaðar av yvirflóð, at teir verða noyddir at nýta kastalið til pakkhús, í staðin fyri at tað nú er eitt verndarvirki móti okkum og tilhald bardagamanna. Fáa vit tað í lag, at kastalið verður fylt við góðsi og vørum okkara, haldi eg, at vit hava meir enn hálvavegna tikið tað. Og vit eiga at hava í huga at lata tað vera vørur, sum rúgva nógv upp, so at illa skal gangast hershøvdingum og hermonnum at finna skýli har, táið vit snøggliga herja á teir. Tit kenna dømisøguna um svikaligu lokkan ríkdómsins, sum køvir orðið (Matt. ), og somuleiðis hitt, ið sagt er um tey, hvørja hjørtu eru tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi (Luk. ) og sum tí øll vanlukka kemur á óvart.? ?Framvegis, góðu menn? segði hann ?vita tit fullvæl, at eingin, sum ríkar seg upp av vørum okkara, kann væl sleppa frá at hava nakrar av púkum okkara í tænastu at hjálpa sær í húsinum. Hvar er tann mannasálingur, sum er ríkur í hesum heimi og hevur ikki sum tænara ella húskall Fyllikík, Oyðslara ella onkun annan av hesum óarga púkaflokkinum til dømis Horkall, Spelkna, Stórorðaða ella onkun slíkan! Nú, hesir kunnu so taka kastalið í Mannasál ella spreingja tað sundur ella á annan hátt gera, at Immanuel ikki fær nýtt tað sum hermannastøð; hvørt av hesum trimum teir gera, so er tað gott. Ja, eg ivist ikki um, at teir kunnu gera hetta fyri okkum, skjótari enn ein herur av tjúgu túsund monnum hevði kunnað. Eg endi tí, sum eg byrjaði: Ráð míni eru, at vit stillisliga fara úr Mannasál og hvørki hótta teir, sum í kastalinum eru, ella gera nakað álop á teir ið hvussu er, ikki fyri fyrst. Latum okkum gera eina roynd við hesum nýggja uppskoti okkara og vita, um vit ikki á henda hátt fáa teir at forkoma sær sjálvum!? Hesum ráðum tóku teir allir sera væl við, og teir hildu tey verða hitt sanna meistarabragd Helvitis at køva mannasálingar við ríkidømi heimsins og gøða hjarta teirra við góðum hansara. Men hygga, hvussu tað kann bera á! Júst sum henda ráðsamkoma var hildin, fekk Trúgvandi hershøvdingi bræv frá Immanuel við innihaldi, at um tríggjar dagar skuldu teir hittast á slættlendinum, ið rundan um Mannasál var. ?Hittast úti á markini!? segði Trúgvandi; ?hvat er tað, harri mín hevur í huga? Eg skilji ikki, hvat hann meinir við, at vit skulu hittast har!? Hann fór nú við brævinum til Talsmann at spyrja, hvat hann helt hetta merkja; tí Talsmaður var profetur í øllum lutum, sum konginum viðvíktu, og eisini í øllum, sum var Mannasál til troyst og bata. Hann vísti tí Talsmanni brævið og spurdi, hvat hann helt um tað. ?Tí sjálvur dugi eg als ikki at skilja tað,? segði Trúgvandi. Talsmaður tók brævið og las tað, og táið ein løta var gingin, segði hann: ?púkarnir hava í dag hildið mikla ráðagerð móti Mannasál; teir hava, skal eg siga tær, í dag snúðað saman ætlanir um at leggja staðin í oyði með alla. Og úrslitið av ráðagerðini er, at teir ætla at villleiða mannasálingar á ein slíkan hátt, at um tað eydnast, forkoma teir sær vissuliga sjálvir. Fyri at fáa hetta í lag gera púkarnir seg nú til at rýma úr staðnum og ætla aftur at taka støðu á slættanum uttanfyri og vera har, inntil teir fáa at síggja, um ætlan teirra eydnast ella ikki. Men ver tú til reiðar við monnum harra tíns teir verða á slættanum um tríggjar dagar og ger álop á púkarnar! Tí eisini prinsur verður har tá, í dimmalættingini ella um sólarris ella kanska enn fyrr, og hann hevur ein veldigan her við sær móti púkunum. Hann herjar tá á fyri framman og tú fyri aftan, og púkaherurin verður oyddur ímillum tykkara.? Táið Trúgvandi hoyrdi hetta, fór hann til hinar hershøvdingarnar og segði teimum frá brævinum, ið hann nú hevði fingið frá Immanuel. ?Og,? segði hann, ?tað, sum eg ikki dugdi at skilja í tí, hevur Talsmaður sagt mær.? Hann segði teimum eisini, hvat hann og teir máttu gera fyri at toknast harra sínum. Tá vórðu allir hershøvdingarnir glaðir, og Trúgvandi beyð, at allir hornblásararnir skuldu fara upp á múrtindar kastalisins og haðani lata hoyrast so vakran tónleik, sum teir kundu, meðan Gamli Ormur og allir mannasálingar hoyrdu. Hornblásararnir gjørdu, sum teimum varð boðið, teir fóru upp á tind kastalisins og tóku at blása í hornini. Tá varð Gamli Ormur kløkkur og segði: ?Hvat hevur hatta at týða? Tað er hvørki til venjingar ella til álops, teir blása! Hvat hugsa hasir vitleysu menn, at teir eru so kátir og fróir!? Ein av teimum, ið har stóðu, svaraði: ?Teir blása av gleði, tí Immanuel prinsur kemur at bjarga Mannasál. Í teirri ætlan hevur hann savnað sær ein her, og bjarging Mannasálar er nær.? Eisini mannasálingar vóru ógvuliga hugtiknir av hesum vakra tónleiki. Teir søgdu hvør við annan: ?Hetta kann ikki merkja nakað ilt fyri okkum, nei, tað er vist, at hetta merkir eingi ring tíðindi fyri okkum!? Men púkarnir søgdu: ?Hvat man vera best at gera hjá okkum?? Og svarað varð: ?Beinast er at rýma úr staðnum.? Ein annar segði: ?Ja, gerið nú, sum tit komu ásamt um, seinast tit hildu ráðagerð! Tað fer at liggja betur fyri hjá tykkum at vinna á fíggindunum, skuldi ein herur herjað á okkum uttanífrá.? Dagin eftir rýmdu teir tá úr Mannasál og hildu seg á slættlendinum uttanfyri; men teir tóku støðu fyri Eygnaportri og royndu at sýna seg so øgiligar, sum gjørligt var. Grundin fyri, at teir vildu ikki vera í staðnum, var umframt tað, sum talað hevði verið um á síðsta ráðafundi teirra at teir ikki høvdu tikið kastalið enn, og eisini, at teir hildu bera betur til hjá sær at berjast og flýggja, um neyðugt var táið teir vóru staddir úti á opnari mark. Harumframt hevði tað verið teimum mikil vandi og einki gagn, vóru teir inni í Mannasál, og prinsurin kom og kringsetti teir har við einum stórum heri. Tí fluttu teir út á slættan og eisini fyri at vera so langt burtur, at sleingjurnar bóru ikki til teirra. Tí tær høvdu verið teimum ógvuliga meinar, alla tíðina teir høvdu verið inni í staðnum. Táið nú tíðin var komin hjá hershøvdingunum at herja á púkarnar, búðu teir seg væl út til bardagan. Tí Trúgvandi hevði sagt teimum, at teir fóru at hitta prinsin har á slættanum morgunin eftir. Og hetta gjørdi, at teir fingu tess betri hug at leypa á fíggindan. Hesi orð: ?Tit fara at hitta prins her á slættanum í morgin?, vóru eins og olja, ið verður stoytt í eld. Tí nú hevði hann so leingi verið skildur frá teimum, at hetta gjørdi teir sera hugaðar og ídnar at herja á. Sum eg segði, táið tímin var komin, helt Trúgvandi fyri dag út um álopsportur staðarins við øllum bardagamonnum, ið eftir vóru. Og táið allir vóru til reiðar, tók Trúgvandi sjálvur støðu fremstur og segði øllum hinum hershøvdingunum kenniorðið, somuleiðis undirhøvuðsmonnunum og hermonnunum. Kenniorðið var: ?Svørð Immanuels og skjøldur Trúgvanda!? Á máli manna merkir hetta: ?Orð Guds og trúgvin!? Og nú lupu hershøvdingarnir á her Gamla Orms úr øllum ættunum fýra. Roynda hershøvdinga høvdu teir latið verða eftir í staðnum, við tað at sár hansara vóru ikki grødd enn, sum hann hevði fingið í seinasta bardaganum við púkarnar. Men táið hann varð varur við, at hinir hershøvdingarnir vóru í hørðum bardaga, gjørdi hann ikki so vant, hann bað lata seg fáa høkjurnar, og tað skjótt, fór síðani á føtur og helt avstað í slagið og segði: ?Skal eg liggja heima, táið brøður mínir eru í bardaga, og táið Immanuel prinsur sjálvur fer at lata seg síggjast á vígvøllinum við tænarum sínum!? Táið fíggindarnir sóu henda mann koma við høkjunum, fall enn meiri ótti á teir; ?tí,? hugsaðu teir, ?mannasálingar eru sanniliga ikki ræddir, táið líka menn við høkjum koma í bardagan!? Nú, sum eg segði, hershøvdingarnir herjaðu á og bardust sum menn, og hvørja ferð teir reiggjaðu svørðið, róptu teir: ?Svørð Immanuels og skjøldur Trúgvanda!? Táið Gamli Ormur sá, at hershøvdingarnir vóru komnir út og við slíkum dirvi løgdu á menn hansara úr øllum ættum, hugsaði hann, at í løtuni var einki at vænta sær uttan høgg og sár frá tvíeggjaðu svørðum teirra. Hann helt tí ímóti heri prinsins við øllum hervaldi deyðans, sum undir honum stóð. Á henda hátt byrjaði slagið. Teir, sum fyrstir komu ímóti Gamla Ormi í bardaganum, vóru Trúgvandi øðrumegin og Vilji øðrumegin. Táið Vilji legði til við svørði sínum, var tað, eins og ein risi hevði høgt; tí hann var handasterkur maður. Hann herjaði á teir mistreystingarnar, sum ivaðust um útveljingina; tí teir vóru lívvakt Gamla Orms. Og hann var teimum nóg meinur eina góða løtu, høgdi og stakk grimliga. Og táið Trúgvandi sá, at Vilji var staddur í hørðum bardaga, legði hann djarvliga á sama ivamannaflokkin aftanífrá; teir róku teir tá hvønn frá øðrum og spjaddu teir sundur. Vóngóði kom í holt við teir mistreystingarnar, sum ivaðust um kall Guds; teir vóru harðvunnir kroppar. Men Vóngóði var reystmenni, og við tað at Royndi veitti honum hjálp, noyddi hann ivamenn at halda undan. Og hart stóð hjá herinum, øllum sum hann var, og hjá báðum pørtum. Púkarnir vildu ikki dvína. Men nú beyð Talsmaður, at sleingjurnar á kastalinum skuldu verða nýttar; og menn hansara kastaðu so væl, at steinarnir fóru ikki hársbreidd skeivir. Tó, táið nakað var umliðið, byrjaðu teir at menna seg aftur, sum høvdu verið noyddir at flýggja fyri hershøvdingum prinsins, og teir gjørdu hart álop á baklið hersins. Og nú byrjaðu menn prinsins at kenna seg veikar; men við tað at teimum kom í hug, at teir skuldu skjótt síggja andlit fúrsta síns, fingu teir mót av nýggjum. Og nú gjørdist bardagin øgiliga harður. Tá róptu hershøvdingarnir: ?Svørð Immanuels og skjøldur Trúgvanda!? Og tá hopaðu púkarnir undan, tí teir hildu, at eitt nýtt herlið mundi vera komið hinum til hjálpar. Enn sást tó einki til Immanuel, og so illa visti nú við, at ivasamt var, hvør ið fór at vinna; báðir partar tóku seg nakað lítið aftur. Ímeðan talaði Trúgvandi manslig orð til menn sínar og bað teir ikki dvína, og Gamli Ormur royndi eisini, so frægt sum hann kundi, at veita herliði sínum gott treyst. Men røðan, ið Trúgvandi helt fyri hermonnum sínum, var fyndarorð. Hann segði: ?Góðu menn! Herlið mítt og brøður mínir á hesi herferð! Tað gleðir meg stórliga, at eg henda dag kann síggja her á slættanum ein her av so røskum og djørvum monnum, sum trúfast elska Mannasál, berjast fyri prins okkara. Tit hava higartil, sum tykkum hevur sømt, sýnt tykkum sum sannførar og reystar menn móti púkaherinum. Ið hvussu teir so reypa, kunnu teir tí ongum sigri reypa av enn. Sýnið tí eina ferð aftrat vanliga djarvleika tykkara bert hesa einu ferðina! Tí eina lítla løtu eftir næsta samanbrestin skulu tit fáa at síggja prins tykkara her á bardagavøllinum. Vit mugu bert gera hetta næsta álopið á henda harðstjóran, Gamla Orm, og tá kemur Immanuel!? Trúgvandi hevði ikki meir enn lokið røðuna fyri hermonnum sínum, tá kom ein, ið æt Skjótføri, við boðum til hansara frá prinsinum; hann segði honum, at Immanuel var ikki langt burtur. Táið Trúgvandi hevði fingið hetta at hoyra, segði hann hinum høvuðsmonnum hersins frá tí, og teir lótu aftur hermenninar og bardagamenninar vita tað. Hershøvdingarnir og menn teirra vórðu tá, eins og teir vóru reistir upp frá deyðum; teir mentu seg, løgdu á fíggindan og róptu sum áður: ?Svørð Immanuels og skjøldur Trúgvanda!? Eisini púkarnir tóku til sín og gjørdu mótstøðu, alt teir vóru mentir. Men í hesum seinasta bardaganum mistu púkarnir mótið, og mangir av ivamonnum fullu deyðir til jarðar. Táið nú bardagin hevði staðið harður um ein tíma ella meir, varð Trúgvanda hyggjandi upp, og nú sá hann Immanuel koma við blaktrandi fløggum og hornblástri. Tað var ikki meir, enn føtur teirra, sum við honum fylgdu, bóru við jørðina; slíkan skund høvdu teir at koma til hershøvdingarnar, sum bardust. Tá tóku Trúgvandi og menn hansara leiðina móti staðnum og lótu Gamla Orm verða eftir á vígvøllinum; táið tí nú Immanuel herjaði á hinumegin, vórðu fíggindarnir ímillum hann og Trúgvanda. Nú byrjaði bardagin av nýggjum; men ikki varð leingi, inntil Immanuel og Trúgvandi møttust; teir gingu á hinum falnu, sum teir hildu fram. Men táið hershøvdingarnir sóu, at prinsurin var komin, og at hann legði á púkarnar handanífrá, so at hann og Trúgvandi høvdu teir ímillum sín, tá róptu teir, ja, so hart, at jørðin rivnaði: ?Svørð Immanuels og skjøldur Trúgvanda!? Gamli Ormur sá nú, at hann og herur hansara vóru hart átrongdir av prinsinum og hinum kongliga liði, ið við honum var. Tá flýddu hann og fúrstar avgrundarinnar, ið við honum vóru, og lótu herar sínar verða eftir at falla fyri hondum Immanuels og fræga hershøvdinga hansara Trúgvanda. Teir og hermenn teirra drópu tá allar ivamenn; ikki so mikið sum ein lótu teir liva; líkini lógu so tøtt á vígvøllinum sum tøð, ið breidd verða á bøin. Táið bardagin hæsaði av, kom reglusemi aftur í øllum viðurskiftum í tilhaldinum. Síðani komu hershøvdingar og hinir elstu Mannasálar sameintir at heilsa Immanuel, áðrenn hann var komin inn í staðin. Teir heilsaðu honum tá og bóðu hann vera vælkomnan, og tað túsund ferðir vælkomnan, har á leiðum teirra aftur. Hann smíltist til teirra og segði: ?Friður veri við tykkum!? Nú gjørdu teir seg til at fara inn í staðin, inn í Mannasál, teir og prinsurin og allur hesin nýggi herurin, ið hann hevði havt við sær í bardagan. Øll portur staðarins settu teir opin fyri at fagna honum; so glaðir vóru teir um, at hin signaði var komin aftur. Innreið prinsins í Mannasál fór fram á henda hátt og eftir hesi reglu: Sum eg segði, vórðu øll portur staðarins sett opin, portur kastalisins við. Og hinir elstu Mannasálar tóku støðu við portur staðarins at heilsa honum, táið hann kom. Táið hann nærkaðist portrinum, søgdu teir: ?Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!? Uppaftur søgdu teir: ?Hvør er hesin kongur dýrdarinnar?? og svaraðu sær sjálvum: ?Harrin, sterkur og veldigur, Harrin, veldigur í stríði. Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr!? o.s.fr. (Sálm. ). Mannasálingar góvu boð um, at alla leið frá staðarportrinum til kastalisportrið skuldi verða sungið og spælt fyri hansara signaðu hátign av teimum í øllum staðnum, sum best dugdu til song og tónleik. Frá tí at Immanuel trein inn í staðin, og alt til hann var komin at kastalisportrinum, kallaðu hinir elstu og allir mannasálingar hvør á annan og svaraðu hvør øðrum við songi og hornblástri: ?Tey síggja sigursferð tína, Gud, sigursferð Guds míns, kongs míns, inn í halgidómin. Undan ganga sangarar, eftir koma hørpuspælarar, mitt ímillum ungar gentur, ið sláa trummu? (Sálm. ). Nú skal eg siga nøkur orð um hershøvdingarnar. Eisini teir veittu prinsinum heiður, hvør eftir annan, sum hann trein inn um portur Mannasálar. Fremstur gekk Trúgvandi og við honum Vóngóði; síðani komu Kærleiki og aðrir, sum fylgdust við honum, og aftastur gekk Tolni. Allir hinir hershøvdingarnir við, summir høgrumegin og summir vinstrumegin, fylgdu Immanuel inn í Mannasál. Alla leiðina varð veittrað við fløggum og blást í horn, og hørð gleðiróp hoyrdust millum hermenninar. Prinsurin var, nú hann reið inn í staðin, í herklæðum sínum, sum øll vóru úr slignum gulli. Súlurnar í vagni hansara vóru av silvuri, bakið av gulli, setrið av purpuri; innan var hann prýddur í kærleika av døtrum Mannasálar (Hás. ). Táið prinsurin var komin, hagar hann skuldi ganga inn í Mannasál, vóru liljur og aðrar blómur stroyddar á allar gøturnar, sum eisini vóru fagurt skrýddar við kvistum og greinum av hinum grønu trøum, ið vuksu rundan um staðin. Í hvørjum durum var fult av fólki, og tey høvdu øll prýtt ta síðuna av húsi sínum, ið móti vegnum vendi, á ymiskan og serstakliga fagran hátt, prinsinum til heiðurs, nú hann fór gjøgnum staðin. Og tey róptu øll av gleði, táið Immanuel kom framvið, bóðu hann vera vælkomnan og søgdu: ?Signaður veri hann, sum kemur í navni Alvalda faðirs!? (Sálm. ). Við kastalisportrið varð Immanuel uppaftur heilsaður av hinum elstu í Mannasál. Teir vóru: Vitigi borgarstjóri, Vilji, Samvitandi undirlærari, Kunnskapur, Hugur og aðrir av hinum frægu í staðnum. Teir nigu fyri honum, kystu dust fóta hansara, teir takkaðu honum, signaðu hann og prísaðu honum, sum ikki hevði felt revsidóm yvir teir fyri syndir teirra; nei, honum hevði heldur tykt synd í teimum í neyð teirra, og hann hevði í náði vent sær til teirra aftur at byggja upp Mannasál, stað teirra, í allar ævir. Á henda hátt varð hann heiðraður alla leið fram at kastalinum; tí tað var kongshøllin, og har skuldi prinsurin búgva. Har høvdu Talsmaður, sum jú búði har, og Trúgvandi búgvið alt til á besta hátt fyri hátignini. Hann fór nú inn hagar. Mannasálingar komu allir, bæði høgir og lágir, í kastalið til hansara við sorg, gráti og gremju um illverk síni, sum høvdu volt, at hann var rýmdur úr staðnum. Táið teir komu inn til hansara, nigu teir til jarðar sjey ferðir; teir grótu, grótu hart, bóðu prinsin um fyrigeving og bønaðu hann aftur at staðfesta kærleika sín til Mannasál eins og í forðum. Á hetta svaraði hin mikli prinsur: ?Grátið ikki! Nei, farið og etið feitan mat og drekkið søtar drykkir, og sendið teimum gávur burturav, sum einki er tilgjørt til! Tí gleði í Harranum er styrki tykkara (Neh. ). Eg eri við miskunn komin aftur til Mannasálar, og harvið skal navn mítt verða sett høgt, hevjað upp og dýrmett.? Eisini kysti hann íbúgvarnar og fevndi teir. Síðani gav hann hinum elstu í Mannasál og høvuðsmonnum staðarins hvørjum eina gullketu og eitt innsigli. Og hann sendi konum teirra oyrnaringar, gimsteinar, armbond og annað tílíkt. Eisini hinum skilgitnu børnunum í Mannasál gav hann mangar dýrar lutir. Táið Immanuel prinsur hevði gjørt alt hetta fyri Mannasál, hin víðagitna stað, segði hann við íbúgvarnar: ?Tváið klæðini og latið tykkum í skreyt tykkara! Komið síðani at finna meg í kastali Mannasálar!? Teir fóru tá til kelduna, sum stóð húsi Dávids og teimum, sum í Jerúsalem búðu, opin at tváa sær í (Zak. ). Har tváaðu teir sær og gjørdu klæðir síni hvít (Op. ), komu síðani aftur í kastalið til prinsin og stigu fram fyri hann. Og nú varð tónleikur og dansur um allan staðin tí prinsur teirra aftur hevði unt teimum nærveru sína og ljós andlits síns. Ringt varð eisini við klokkunum, og sólin skein lívgandi á teir langa tíð. Nú royndu mannasálingar eisini við meiri álvara at fáa forkomið og gjørt enda á øllum púkum, sum búðu í múrunum og í holunum, sum teir enn høvdu í Mannasál. Tí púkar vóru enn, sum vóru slopnir við lívinum og óskalaðir undan hondum teirra, sum høvdu veitt teimum atsókn í Mannasál, hinum navngitna staði. Vilja, hann ræddust púkarnir so illa nú sum onga tíð áður; tí hann hevði nú meir enn nakra tíð sett sær fyri at leita teir upp, liggja eftir teimum og forfylgja teir líka til deyða. Hann veitti teimum atsókn bæði nátt og dag og kom teimum í mikla neyð sum seinni skal vera sýnt á. Táið nú lutirnir vóru so mikið skipaðir aftur í reglusemi í Mannasál, hinum víðagitna staði, varð givið gætur og hin signaði Immanuel prinsur gav boð um tað at mannasálingar skuldu alt fyri eitt seta nakrar at fara út á slættan at jarða hinar deyðu, ið har lógu sum vóru falnir fyri ?svørði Immanuels og skjøldi Trúgvanda? fyri at dampurin, sum steig upp av teimum, skuldi ikki loypa smittu í luftina og gera fólkinum í Mannasál, hinum navngitna staði, skaða. Ein onnur grund var eisini fyri, at hetta boð varð givið, nevniliga, at mannasálingar skuldu, so væl sum teir fingu tað í lag, gloyma navn og tilveru fíggindanna, ja, og gloyma teir með alla. Vitigi borgarstjóri, hin vísi og álítandi vinur Mannasálar, gav tí boð, at menn skuldu verða settir til hetta neyðturviliga arbeiði. Gudsótti og Falsleysi vórðu settir til umsjónarmenn yvir arbeiðsmonnunum, sum skuldu fara út á slættan og jarða teir, ið har lógu deyðir. Arbeiðið varð nú býtt millum teirra á henda hátt: Summir skuldu grava gravirnar, summir jarða hinar deyðu, og summir skuldu ganga aftur og fram og leita á øllum slættlendinum, um teir funnu ein skalla, eitt bein ella eitt beinflindur av einum ivamanni onkrar staðir har nærhendis Mannasál. Og fann ein teirra, sum leitaðu, okkurt, var honum álagt at seta eitt merki upp har hjá tí, sum hann hevði funnið, fyri at teir, ið settir vóru at jarða, kundu raka við tað og grava tað niður, har eingin sá. Á henda hátt skuldi minnið um ivapúkarnar verða strikað út undir himli, og børnini í Mannasál og tey, sum eftir ta tíð vórðu borin í heim har skuldu, um gjørligt, aldri vita um at siga so mikið sum ein skalla, eitt bein ella eitt beinflindur av einum ivamanni. Hesir gravararnir og hinir, sum settir vóru til sama starv, gjørdu nú eftir boðnum, teir høvdu fingið; teir jarðaðu ivamenn og skallarnar og beinini, ja, hvørt beinflindur av ivamanni, hvar teir so funnu tað. Á henda hátt reinsaðu teir slættlendið. Og nú tók Gudsfriður aftur við starvi sínum og virkaði sum í gomlum døgum. So jarðaðu teir nú á slættlendinum rundan um Mannasál allar mistreystingarnar: Teir, ið ivaðust um útveljingina, um kall Guds, um náðina, um trúnna, um áhaldnið, um uppreisnina, um frelsuna, um dýrdina og um sæluna, og hvørja hershøvdingar høvdu verið: Óði, Grimmi, Fordømari, Ómettandi, Svávul, Pínari, Friðleysi, Gravarmunni og Vónleysi; yvir teimum hevði Vantrúni gamli verið, og yvir honum uppaftur Gamli Ormur sjálvur. Sjey aðrir hershøvdingar høvdu verið, við enn størri valdi enn hasir, ið nú vórðu nevndir; teir vóru: Fluguharri, Bjartleikin Falni, Illi Hópur, Oyðari, Ræðudreki, Tríhøvdahundur og Ónýti. Men fúrstarnir og hershøvdingarnir vóru slopnir við lívinum, somuleiðis Vantrúni, yvirmaður teirra. Menn teirra lótu lív fyri heri prinsins og fyri hondum mannasálinga og vórðu jarðaðir, eins og frammanundan er sagt frá, fólkinum í Mannasál, hinum nú navngitna staði, til mikla frøi. Saman við teimum vórðu eisini vápn teirra grivin niður. Tað vóru ræðulig, drepandi vápn: Ørvar, skotspjót, gassar, brandar og tílíkt. Eisini vórðu herklæði teirra grivin niður, somuleiðis fløgg og hermerki teirra ja, hermerkið hjá sjálvum Gamla Ormi við og alt annað, sum funnið varð, alt tað, ið á nakran hátt minti um ein púkamistreysting. partur Táið nú harðstjórin var komin at fjallinum, har Helvitislið er, hann og gamli vinmaður hansara Vantrúni, fóru teir við tað sama niður í hellið. Har gramdu teir og felagar teirra seg eina løtu um óeydnu sína og um alt tað nógva fólk, teir høvdu mist í bardaganum við mannasálingar. Men endin varð, at øðin spann í teir aftur, og teir lovaðu hevnd yvir Mannasál fyri ósigurin, ið teimum hevði verið fyri við henda stað. Teir kallaðu tí í løtuni saman eina ráðsamkomu at ætla um, hvørt tiltak ið enn kundi verða gjørt móti Mannasál, hinum navngitna staði. Tí ómettandi búkur teirra kundi ikki bíða eftir at síggja úrslitið av ráðunum, ið Bjartleikin Falni og Oyðari áður høvdu lagt, og glúpska gapi teirra tyktist hvør dagur vera so langur, at hann nærum fekk ikki enda, inntil teir høvdu slúkt Mannasál, alla sum hon var, likam og sál, hold og bein, og alt gott, ið har var. Teir komu tá til tað úrslit, at teir skuldu royna eitt álop enn á Mannasál, og hesa ferð skuldi herur teirra vera eitt bland av ivamonnum og blóðmonnum. Vit skulu greiða gjøllari frá hvørjum slagnum fyri seg. Ivamenn eru kallaðir so eftir náttúru síni og eisini eftir landinum og ríkinum, sum teir eru ættaðir úr. Náttúra teirra er at ivast um hvønn ein sannleika, sum Immanuel hoyrir til. Og land teirra er kallað Ivaland og er langt burtur, ytst í norðri, millum Myrkaland og Deyðaskuggadal. Tí hóast mangan verður tosað um Myrkaland og Deyðaskuggadal, eins og tey bæði merktu sama stað, eru tey kortini hvør sín staðurin; tó er stutt ímillum teirra, og har liggur Ivaland. Haðani úr Ivalandi vóru teir ættaðir, sum komu við Gamla Ormi at leggja Mannasál í oyði. Blóðmenn eru ein tjóð, ið ber navn eftir illskapi náttúru sínar, og hini vitleysu øði, sum í teimum er móti Mannasál, at skaða fólkið har. Land teirra liggur undir Hundsstjørnuni, og hareftir eru teir eisini háttaðir, klókskapi viðvíkjandi. Landið ella landsluturin ið teir eru ættaðir úr, eitur Stendstviðgott; hinir fjarlagdastu partarnir av tí eru langt frá Ivalandi; men bæði hesi lond liggja at fjallinum, har Helvitislið er. Blóðmenn eru altíð í sambandi við ivamenn; tí teir eru sameintir í at ivast um trúgv og trúskap mannasálinga, og báðar tjóðirnar duga tí líka væl til tænarar hjá fúrsta sínum, Gamla Ormi. Úr hesum londunum báðum savnaði nú Gamli Ormur sær við bumbusláttri ein nýggjan her at fara móti Mannasál við. Fimm og tjúgu túsund mans fekk hann saman; av teimum vóru tíggju túsund ivamenn og fimtan túsund blóðmenn. Yvir teir vórðu settir fleiri hershøvdingar, sum uppaftur stóðu undir Vantrúna gamla; hann var hægstur av øllum. Hershøvdingar ivamanna vóru fimm av hinum sjey, sum vóru yvir hinum seinasta púkaherinum; teir vóru hesir: Fluguharri, Bjartleikin Falni, Oyðari, Illi Hópur og Tríhøvdahundur. Aðrir hershøvdingar vórðu settir til undirhøvuðsmenn í hesum herinum. Men Gamli Ormur helt ikki vera ráðiligt, at ivamenn høvdu hægsta valdið á hesi herferð hansara. Hvørjir menn teir vóru, hevði jú roynst áður; hann hevði ikki gloymt, hvussu mannasálingar tíggjaðu teir til seinast. Hann tók teir við, mest fyri at fáa manntalið fult, og so kundu teir jú vera ein hjálp, táið á stóð. Men blóðmenn vóru álit hansara; tí teir vóru villmenn og illmenni, allir sum ein, og hann visti, at teir høvdu verið raskir í bardaga fyrr. Eisini yvir blóðmonnum vóru hershøvdingar. Teir vóru nevndir: Káin, Nimrod, Ísmael, Esau, Saul, Absalom, Judas og Pávi. Káin var yvir tveimum flokkum, nevniliga yvir hinum ágrýtnu og hinum illsintu blóðmonnum; merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var myrðmansgassin. Nimrod hevði tveir flokkar undir sær, nevniliga hinar grimmu og hinar kúgandi blóðmenn; merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var hin stóri blóðhundurin. Ísmael skipaði fyri tveimum flokkum; teir vóru hinir spottandi og hinir háðandi blóðmenn; merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var ein, sum háðaði Ísak Ábrahams. Esau var hershøvdingi tveggja flokka; annar flokkurin var blóðmenn, sum knarra um, at ein annar fær signingina, og annar teir, sum útinna persónliga hevnd á aðrar. Merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var ein, sum loyniliga lúrir eftir at drepa Jákup. Saul var yvir tveimum flokkum, nevniliga blóðmonnum, ið eru øvundsjúkir uttan alla grund, og teimum, ið fullir eru av djevulskari, vitleysari øði; merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var trý blóðig skotspjót, ið kastað vóru eftir hinum meinaleysa Dávidi. Absalom hevði tveir flokkar undir sær, nevniliga teir blóðmenn, sum vilja drepa faðir ella vin fyri at vinna dýrdina í hesum heimi, og teir blóðmenn, sum blíðir taka í hondina á manni og samstundis renna svørðið ígjøgnum hann; merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var sonurin, ið eltir faðir sín at drepa hann. Judas skipaði fyri tveimum flokkum; teir vóru blóðmenn, ið selja lív mansins fyri pening, og teir, sum við kossi svíkja vin sín; merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var tríati silvurpeningar og eitt tog at heingja seg við. Pávi var hershøvdingi eins floks; tí allir hesir nevndu andar eru sameintir undir honum. Merkisberi hansara hevði reytt flagg, og skjaldarmerkið var steyrurin og bálið, har hin góði varð brendur. Grundin fyri, at Gamli Ormur var so skjótur at menna seg aftur við einum nýggjum heri, eftir at hann hevði tapt hin fyrra bardagan, var, at hann setti mikla vón til henda blóðmannaherin; hann leit mangan meiri á teir, enn hann hina ferð hevði litið á ivamannaherin, um so kortini teir mangan høvdu verið honum góðir hjálparmenn og veitt bæði honum og ríki hansara stuðul. Men hesir blóðmenn høvdu mangan roynst honum góðir; svørð teirra kom sjáldan tómt aftur. Haraftrat visti hann, at teir vóru líkir mannbítum; og táið teir bitu, eirdu teir ongum; faðir, móðir, bróðir, systir, prinsur, høvdingi, ja, kongur konganna eingin varð spardur. Og tað, sum gav honum enn betri mót, var, at teir høvdu einaferð beint Immanuel út úr kongaríki heimsins. ?Hví skulu teir tá ikki? hugsaði hann ?eisini fáa rikið hann út úr Mannasál!? Hesin herur, fimm og tjúgu túsund mans, varð nú av hægsta hershøvdinga sínum, hinum reysta Vantrúna, leiddur móti Mannasál. Men Gáin var farin út at njósna, og hann bar mannasálingum boð um komu teirra. Tá vórðu portur Mannasálar læst, og fólkið tók støðu fyri at verja staðin móti hesum púkum, ið nú uppaftur komu ímóti honum. Við hesum heri kom nú Gamli Ormur og kringsetti Mannasál; ivamenn tóku støðu fyri Kensluportri, blóðmenn fyri Eygnaportri og Oyrnaportri. Táið teir á henda hátt høvdu reist herbúðir sínar, steig Vantrúni fram. Í navni Gamla Orms, í sínum egna navni og í navni blóðmanna og alra teirra, sum við honum vóru, kravdi hann, at mannasálingar skuldu geva seg upp til teirra. Hann talaði við øði eins og gløðandi jarn og hótti við, at um teir ikki lútaðu við góðum, skuldu teir í løtuni brenna Mannasál upp. Og eg skal siga tykkum tað, at blóðmenn, teir vildu fyrr, at Mannasál skuldi verða løgd í oyði og kvett av úr landi teirra, sum liva, enn at staðurin skuldi lúta við góðum. Víst bóðu teir mannasálingar geva seg upp; men um teir høvdu gjørt so, hevði tað ikki minkað um blóðtostan hjá hesum monnum. Teir máttu hava blóð Mannasálar, annars doyðu teir; tí verða teir nevndir blóðmenn. Tí hevði Gamli Ormur ikki fyrr enn nú fingið sær ein her av hesum blóðmonnum; nú ið øll onnur amboð og allar royndir høvdu roynst nyttuleys, spældi hann teir út móti Mannasál sum síðsta trumf sín, ið skuldi vissa honum sigurin. Táið hetta øgiliga, illsinta krav var sett mannasálingum, loypti tað mikla óvissu á teir eina løtu; men áðrenn hálvur tími var gingin, komu teir allir ásamt um at fara til prinsin við hesum kravi. Hetta varð tá gjørt; men fyrst skrivaðu teir niðast á breddanum: ?Harri, bjarga Mannasál frá blóðmonnum!? (Sálm. ). Prinsurin tók ritið, hugdi at tí og hugsaði um tað; eisini hini stuttu bøn, ið mannasálingar høvdu skrivað niðast á breddanum, gáaði hann eftir. So sendi hann boð eftir Trúgvanda, hinum fræga hershøvdinga, og bað hann og Tolna fara og ansa eftir Mannasál, teirri megin, sum blóðmenn høvdu tikið støðu. Teir fóru tá og gjørdu eftir boði hansara, Trúgvandi, og Tolni við honum, og teir tryggjaðu Mannasál, á teimum støðum har staðurin var kringsettur av blóðmonnum. Síðani beyð hann, at Vóngóði, Kærleiki og Vilji skuldu verja staðin hinumegin. ?Og eg,? segði prinsurin, ?skal reisa hermerki mítt á múrtindi kastalis tykkara, meðan tit tríggir halda vakt móti ivamonnum.? Harnæst beyð hann, at Royndi, hin djarvi hershøvdingi, skuldi fara við monnum sínum á torgið og har halda hervenjingar dag um dag við teimum, so mannasálingar sóu. Henda kringseting gjørdist drúgv, og fíggindarnir, helst blóðmenn, gjørdu mong hatsk álop á Mannasál; teir høvdu mangan harðan samanbrestin við íbúgvarnar, serliga við Sjálvavnoktanda hershøvdinga, sum nú tað átti eg at sagt tykkum áður hevði fingið boð um at verja Oyrnaportur og Eygnaportur móti blóðmonnum. Sjálvavnoktandi var ungur maður, men reystmenni, og bæði hann og Royndi vóru borgarar í Mannasál. Táið Immanuel hesa seinnu ferðina kom aftur til staðin, setti hann hann til høvdinga yvir túsund mannasálingum, og tað hevði verið samfelagnum til frama. Sjálvavnoktandi, sum var eitt jarn og einki óttaðist og haraftrat til reiðar at seta lív sítt í váða fyri Mannasál, herjaði av og á út móti blóðmonnum og loypti ofta nógva ræðslu á teir. Mangur hvassur samanbrestur var millum teirra, og hann voldi teimum ikki lítlan skaða. Men tit kunnu ætla, at hetta gekk ikki so stillisliga, at hann einki mein fekk sjálvur; jú, tað vóru ikki fá merki, hann bar á andlitinum, eftir hesar bardagar, og ikki bert á andlitinum, men ymsar staðir á kroppinum við. Táið nú ein tíð var umliðin trúgv, vón og kærleiki Mannasálar máttu jú verða roynd kallaði Immanuel prinsur ein dagin saman hershøvdingar og bardagamenn sínar og býtti teir sundur í tvær herdeildir. Síðani beyð hann, at teir ásetta tíð ógvuliga árla á morgni skuldu fara út og gera álop á fíggindan. ?Onnur deildin av tykkum,? segði hann, ?skal herja á ivamenn, og hin deildin á blóðmenn. Teir, ið leypa á ivamenn, skulu drepa, slakta og oyða so mangar av teimum, sum tit á nakran hátt kunnu fáa hendur á. Men blóðmenn? segði hann við teir í hini deildini ?skulu tit ikki drepa; teir skulu tit taka livandi.? Hin ásetta dagin, árla á morgni, hildu tí hershøvdingarnir avstað út úr Mannasál móti fíggindanum eins og teir høvdu fingið boð um. Móti ivamonnum fóru Vóngóði, Kærleiki og hinir, sum skuldu fylgjast við teimum, nevniliga Sakleysi og Royndi. Men Trúgvandi, Tolni og Sjálvavnoktandi og hinir, sum til fylgi teirra hoyrdu fóru móti blóðmonnum. Teir, sum fóru móti ivamonnum, fylktu seg á slættanum, gingu fram og buðu teimum av. Men ivamenn, sum mintust, hvussu illa hevði gingið seinast, hildu undan; teir tordu ikki at lata tað koma til samanbrest, men flýddu fyri monnum prinsins. Teir eltu teir tá og drópu nógvar; men øllum fingu teir ikki fatur á. Summir, sum sluppu, fóru heimaftur; men summir tóku at reika um eins og landastrok, einir fimm, níggju ella seytjan í hvørjum flokki, gjørdu seg inn á hinar ómentaðu tjóðirnar og útintu millum teirra mangar av púkagerðum sínum. Og hesar tjóðir tóku heldur ikki til vápn móti teimum, men lótu teir gera seg til trælir. Eisini eftir hetta vóru ivamenn stundum at síggja í flokkum uttan fyri Mannasál; men teir vórðu aldri aftur búsitandi í staðnum; tí bert teir sóu Trúgvanda, Vóngóða ella Roynda, tóku teir til rýmingar. Teir, ið hildu út móti blóðmonnum, gjørdu, sum teimum varð boðið; teir lótu vera at drepa nakran, men girdu teir inni. Men táið blóðmenn sóu, at Immanuel var ikki á vígvøllinum, hugsaðu teir, at hann mundi ikki vera í Mannasál heldur. Og hershøvdingarnar óttaðust teir ikki mikið, heldur vanvirdu teir teir og hildu atferð teirra vera sum teir málbóru seg úrslitið av býttu, villu dreymum og skilaleysu hugsjónum teirra. Hershøvdingarnir har aftur ímóti, teir stevndu beint á mál sítt, og endin varð, at teimum eydnaðist at girða blóðmenn inni. Ein mongd av hinum, sum høvdu rikið ivamenn á flóttan, komu teimum nú eisini til hjálpar, so at endin var eftir stuttan bardaga at hershøvdingarnir tóku teir og fóru til prinsin við teimum. Blóðmenn ætlaðu eisini at taka til rýmingar, men ov seint var. Tí hóast blóðmenn eru sonn illmenni og miskunnarleysir, har teir fáa valdið, eru teir kortini ógvuliga ræddir, táið teir síggja, at mótstøðumenn teirra eru líka sterkir sum teir ella sterkari. Táið teir nú vóru tiknir, leiddir fyri prinsin og yvirhoyrdir, royndist, at teir vóru úr trimum landslutum, tó allir úr sama landi. Eitt slag var ættað úr Blindamannafylki; teir gjørdu, sum teir gjørdu, av tí at teir vistu ikki betur. Eitt annað slag var ættað úr Blindamannafylki; teir vóru fullir av pátrúgv; tí gjørdu teir, sum teir gjørdu. Men so var uppaftur eitt annað slag; teir vóru ættaðir úr býnum Hatri í Øvundarfylki, teir gjørdu, sum teir gjørdu, av illvild og aggi. Hinir fyrst nevndu, nevniliga teir, sum vóru úr Blindamannafylki, pipraðu og grótu, táið teir sóu, hvar teir vóru, og hvønn teir høvdu barst við nú teir stóðu fyri honum. Og allir av hesum slagnum, sum bóðu hann um náði, fingu hana, og hann nam við varrar teirra við gylta sprota sínum. Øðrvísi bóru teir seg at, sum vóru úr Blindídnifylki; teir hildu á at siga, at teir høvdu havt rætt at gera, sum teir gjørdu, við tað at Mannasál var ein staður við øðrvísi lógum og siðum enn hjá øllum, sum búðu har rundanum (Est. ). Ógvuliga fáir av hesum slagnum fingust sannførdir um, at teir høvdu gjørt illa; men teir, ið sannførdir vórðu og bóðu um náði, fingu hana eisini. Men so vóru tað hinir, sum vóru úr Hatri í Øvundarfylki; teir hvørki grótu, angraðu ella øntu aftur til at verja seg. Teir stóðu bert og tugdu tungur sínar av angist og av øði, tí teir ikki fingu útint ætlan sína á Mannasál. Hesar og somuleiðis teir av hinum báðum flokkunum, sum ikki av hjarta bóðu um fyrigeving fyri hitt illa, teir høvdu gjørt læt prinsurin væl og virðiliga binda við leinkjum og seta fastar. Teir skuldu standa til svars fyri tað, sum teir høvdu gjørt Mannasál og kongi staðarins, hin stóra og almenna dómsdagin, ið hildin verður fyri harra okkara, kongi, sum hann sjálvur skal áseta landinum og kongaríkinum, ið nevnt er Heimur. Teir vórðu tí leinkjaðir, hvør fyri seg til at stíga fram, táið kallað verður á teir, og svara harra okkara, kongi, fyri tað, sum teir hava gjørt sum nevnt er. So mikið skal verða sagt viðvíkjandi hesum seinnu herunum, ið sendir vórðu av Gamla Ormi at leggja Mannasál í oyði. Men tríggir vóru millum teirra, ið komnir vóru úr Ivalandi, sum, eftir at teir eina tíð høvdu reikað og strokið um landið og sóu, at teir vóru undanslopnir, vóru so frekir, at teir vágaðu sær inn aftur í Mannasál. Teir vistu, at púkar vóru har, og, sum eg sigi, teir vóru so frekir, at teir vágaðu sær inn ímillum teirra aftur. Segði eg tríggir? Nei, eg haldi, teir vóru fýra. Nú, og hvørjum øðrum skuldu hesir ivapúkarnir fara inn hjá enn einum gomlum púka í Mannasál, sum nevndur var Illiivi! Hesin maður var argasti fíggindi Mannasálar og ein sannur oddamaður hjá púkunum har. Hjá hesum Illaiva fóru tá hesir púkarnir inn, og tit kunnu ætla, at teir vórðu leiðbeindir, so teir funnu hús hansara. Hann bað teir vera vælkomnar, gramdi seg um, hvussu illa teimum hevði gingist, og borðreiddi fyri teimum við tí besta, sum hann hevði í húsinum. Táið teir nú vóru vorðnir eitt sindur kunnigir hvør við annan og ikki var leingi, inntil teir vóru tað spurdi Illiivi, um teir allir vóru úr sama býi hann visti, at teir vóru allir úr sama landi og teir svaraðu: ?Nei, og ikki úr sama fylki heldur.? ?Eg eri ivamaður av teimum, ið ivast um útveljingina,? segði ein. ?Og eg,? legði hin annar uppí, ?eri ivamaður av teimum, ið ivast um kall Guds.? Hin triði segði: ?Eg eri ivamaður av teimum, ið ivast um frelsuna.? Hin fjórði segðist vera ivamaður av teimum, ið ivast um náðina. ?Sama ger,? svaraði hin gamli, ?hvørjum fylki tit eru úr; eg dugi at ætla, at tit eru illa av holdum komnir, dreingir; men tit eru av sama slagi sum eg, og eg eri av hjarta samsintur við tykkum; hjá mær skulu tit vera vælkomnir.? Teir takkaðu honum tá og vóru væl heitnir, at teir høvdu funnið sær eitt heim í Mannasál. Nú segði Illiivi við teir: ?Hvussu mangir vóru tit ivamenn, sum komu at kringseta Mannasál?? Teir svaraðu: ?Vit vóru ikki meir enn tíggju túsund ivamenn tilsamans; restin av herinum var blóðmenn; teir vóru fimtan túsund. Land teirra liggur at okkara landi; men, neyðar menn, vit hoyra, at herur Immanuels hevur tikið teir, hvønn ein!? ?Vóru tit tíggju túsund!? segði hin gamli; ?tað haldi eg við, tað var ikki lítið! Men hvussu bar tað til, táið tit vóru so mangir, at tit vórðu fyri ongum og tordu ikki at berjast við fíggindar tykkara?? ?Hershøvdingi okkara,? svaraðu teir, ?var fyrsti maður at flýggja.? ?Hoyr,? segði Illiivi, ?hvør var tann ómansligi hershøvdingi?? ?Hann var einaferð borgarstjóri í Mannasál,? svaraðu teir; ?men tú mást sanniliga ikki nevna hann ómansligan; tí hvør tann er, úr eystri líka í vestur, sum hevur tænt Gamla Ormi, fúrsta okkara, betur enn hann, Vantrúni gamli tað man vera ein torførur spurningur at greiða! Men varð hann tikin, var einki at ivast í, at hann hevði verðið hongdur, og vit kunnu siga tær, at tað er ikki stultligt!? Tá segði hin gamli: ?Væl vildi eg, at allir hasir tíggju túsund ivamenn vóru í Mannasál nú, væl vápnaðir, og at eg var hershøvdingi teirra; so skuldi eg vitað, hvat eg dugdi til!? ?Ja,? svaraðu teir, ?tað hevði verið væl, um vit fingu tað at síggja; men, tíverri, hvat hjálpa ber ynski!? Hetta søgdu teir heldur hart. ?Nú, nú!? segði Illiivi gamli; ?aktið eftir, at tit tosa ikki ov hart! Tit mugu fara stillisliga at, so leingi sum tit eru her, og ikki vera stívir, annars kann eg siga tykkum vist, at tit verða tiknir.? ?Hví?? spurdu ivamenn. ?Hví!? tók hin gamli upp aftur; ?hví! Tí bæði prinsur og Talsmaður eru í staðnum nú, teir og hershøvdingar og hermenn teirra; ja, teir eru her í slíkari nøgd, at Mannasál tekur ikki fleiri. Og haraftrat er ein, ið eitur Vilji, ein hin grimmasti fíggindi okkara; hann hevur prinsur sett at halda vakt við portrini, og hann hevur boðið honum, at hann skal leggja sær eina við at hyggja eftir øllum sløgum av púkum, leita teir upp og forkoma teimum. Rakar hann við tykkum, er úti við tykkum, um so høvd tykkara vóru av gulli!? Og nú bar ikki beinari á, enn at ein av hinum trúgvu hermonnum Vilja Hugagóði æt hann hevði alla tíðina staðið og lurtað undir vegginum hjá Illaiva gamla og hoyrt alt tað, sum hann og ivamenn, sum inni hjá honum vóru, tosaðu saman. Hesin hermaður var ein, ið Vilji hevði mikið álit á og var ógvuliga góður við, bæði tí hann var djarvur maður, og tí hann aldri troyttaðist av at leita eftir púkum og taka teir á hondum. Nú, sum eg segði tykkum, hesin maður hoyrdi alla samtaluna millum Illaiva gamla og hesar púkarnar, og hann fór beina leið til harra sín og segði honum frá tí, sum hann hevði hoyrt. ?Tú sigur mær ikki tað, trúgvi tænari mín!? segði Vilji. ?Jú,? svaraði Hugagóði, ?tað skalt tú trúgva! Og vil harri mín gera so væl at koma við mær, skalt tú síggja, at so er, sum eg havi sagt.? ?Og teir eru hjá Illaiva?? segði Vilji; ?hann kenni eg væl; vit vóru sovorðnir vinmenn á fráfalsdøgum okkara. Men eg veit ikki, hvar hann býr.? ?Men tað veit eg!? svaraði Hugagóði; ?og vil harri mín koma við mær, skal eg fylgja tær at høli hansara.? ?Koma!? segði Vilji; ?ja, tað skal eg! Kom, Hugagóði mín, latum okkum fara og leita teir upp!? Vilji og tænari hansara fóru nú avstað saman beinu leiðina til hús Illaiva. Hugagóði gekk undan at vísa harra sínum leiðina; teir gingu tá, og steðgaðu ikki fyrrenn undir vegginum á húsi hansara. Tá segði Hugagóði: ?Lurta, harri! Kennir tú ikki gamla á málinum, táið tú hoyrir hann tosa?? ?Jú,? svaraði Vilji, ?eg kenni hann væl á málinum, tóat mangur dagur er, síðani vit sóust. Men hann er snildur, tað veit eg; hevði hann nú bert ikki smoygt sær burtur!? ?Tað skalt tú lata meg vera um at greiða!? segði Hugagóði, tænari hansara. ?Men hvussu skulu vit finna dyrnar?? spurdi Vilji. ?Lat bert meg um at greiða tað við!? svaraði tænari hansara. Hann fylgdi nú Vilja yvir um húsið og vísti honum, hvar dyrnar vóru. Vilji gjørdi ikki meiri hávasták, men breyt dyrnar upp, leyp inn í húsið og fann teir allar fimm sitandi saman, eins og Hugagóði, tænari hansara, hevði sagt honum. Hann tók teir tá og leiddi teir avstað, og gav Sannamanni, fangavaktaranum, teir upp í hendur; eftir boði hansara setti Sannimaður teir í varðhald. Morgunin eftir fekk Vitigi Borgarstjóri at frætta, hvat Vilji hevði gjørt um náttina, og hann frøddi seg stórliga um hesi tíðindi, ikki bert tí hinir fýra ivamenn vóru fangaðir, men helst tí Illiivi hin gamli var tikin. Tí hann hevði verið Mannasál ein stórur meinbogi og volt Vitiga persónliga mikla sorg. Mangan hevði eisini verðið leitað eftir Illaiva, men eingin hevði nakra tíð fingið hendur á honum fyrrenn nú. Harnæst varð hugsað um at yvirhoyra hesar fimm, ið Vilji hevði tikið, og sum Sannimaður hevði í varðhaldi. Dagurin varð tá ásettur, rætturin kallaður saman og fangarnir leiddir fyri dómstólin. Vilji hevði havt rætt at dripið teir uttan meiri hávasták, táið hann tók teir; men nú helt hann tað vera prinsinum meiri til heiðurs og mannasálingum meiri til bata, og haraftrat helt hann, at tað tók mótið meiri frá fíggindunum, at teir vórðu leiddir fram og dømdir av hinum almenna dómstóli. Sannimaður leiddi teir nú leinkjaðar í ráðhúsið fyri rættin; tí ráðhúsið varð nýtt sum dómshøll. Og eg skal gera skjótt av: Dómsmenninir vórðu valdir, vitnini tikin í eið, og fangarnir tiknir í forhoyr, har lív teirra stóð í váða. Dómsmenninir vóru hinir somu, ið høvdu dømt Ósannsagda, Miskunnarleysa, Hástóra og allar, sum vóru í hóslagi við teir. Fyrstur varð Illiivi gamli leiddur inn fyri rættin; tí tað var hann, ið hevði fagnað hesum ivamonnum, givið teimum at eta og lívgað teir, tóat teir hoyrdu til útlendska tjóð. Hann varð tá biðin at lurta eftir tí, sum hann var klagaður fyri, og honum varð sagt, at hann hevði loyvi at tala, um hann hevði nakað at verja seg við. Klagan móti honum varð so lisin; innihald og orðalag hennara var: ?Ivi! Tú ert her, klagaður fyri at hava gjørt teg inn á Mannasál, og sanna navn títt er Illiivi. Tí av náttúru ert tú púki og bert hatur til Immanuel prins, og tú hevur ætlað at leggja Mannasál í oyði. Eisini ert tú klagaður fyri at hava styðjað fíggindar kongs, tvørtur ímóti hinum gagnligu lógum, sum eru í gildi. Tí Tú hevur ivast um, at læra Mannasálar er sannleiki, og at støða staðarins er trygg. Tú hevur ynskt eftir, at tíggju túsund ivamenn vóru her. Tú hevur fagnað fíggindum Mannasálar, givið teimum at eta og lívgað teir hinar, sum komu til tín úr bardaganum. ?Hvat sigur tú um hesa klagu? Ert tú sekur ella ikki?? ?Harri mín!? svaraði Illiivi; ?eg dugi ikki at skilja klaguna, við tað at eg eri jú ikki maðurin, ið hon viðvíkur. Hann, ið staðið skuldi sum hin seki her fyri rættinum eftir hasi klagu, verður jú nevndur Illiivi, og tað navn nokti eg at bera; eg eiti Sannkannari. Hvussu nakar kann blanda hesi bæði nøvn saman, tykir mær løgið, og eg líti á, at tit, harrar mínir, skilja, at stórur munur er á teimum. Tí tað líti eg á, at tíðin og menniskjuni eru onga tíð so ring, at ikki er loyvt manni ærliga at kanna eftir lutunum uttan at koma í vanda fyri at lata lív.? Nú tók Vilji orðið hann var eitt av vitnunum. ?Harri mín, og tit hávirdu dómarar og yvirvøld Mannasálar!? segði hann; ?tit hava allir við egnum oyrum hoyrt, at fangin, ið fyri rættinum stendur, vil ikki vera við navn sítt, og at hann ætlar á henda hátt at sleppa sær undan klaguni. Men eg kenni hann og veit, at hann er maðurin, sum klagan er ímóti; sanna navn hansara er Illiivi. Eg havi kent hann í yvir tríati ár, harri mín; tí vit báðir tað er skomm at siga frá! vóru ógvuliga væl kendir, meðan Gamli Ormur, hasin harðstjórin, var harri Mannasálar. Og eg vitni, at hann er av náttúru púki, fíggindi prins okkara, og at hann hatar Mannasál, hin signaða stað. Á uppreistrardøgunum gisti hann hjá mær, harri mín, í samfullar tríggjar vikur, og vit høvdu manga samrøðu um ja tit vita, hvat hann og ivamenn hansara tosa um enn í dag! Men nú er langt síðani, vit sóust. Eg haldi, hann man hava flutt í eini onnur hús, síðani Immanuel kom til Mannasálar, eins og henda klagan móti honum hevur noytt hann at skifta navn. Men hesin er maðurin, harri mín!? Dómararnir søgdu tá við Illaiva: ?Hevur tú nakað meir at siga?? ?Ja!? svaraði hin gamli; ?tað havi eg. Alt, ið enn er talað móti mær, er bert orð eins vitnis, og tað er ólógligt, at Mannasál, hin navngitni staður, tekur mann av døgum, bert eftir tí sum ein vitnar.? Tá steig fram Hugagóði og segði: ?Harri mín! Eg stóð eina náttina og helt vakt fyri endanum á Illugøtu her í staðnum, og tá kom eg at hoyra, at fólk tutlaði inni hjá hesum manni. Eg hugsaði tá um, hvat har mundi vera á vási, og gekk yvir at húsunum, men ljódliga; tí eg helt, at har mundi verða hildin ein loynifundur púka sum eisini royndist. Sum eg segði, eg fór nærri og nærri, og táið eg var komin at standa tætt undir vegginum, varð ikki leingi, fyrrenn mær gjørdist greitt, at útlendingar vóru inni í húsunum. Tó skilti eg væl mál teirra; tí eg havi ferðast nakað nógv sjálvur. Og við tað eg hoyrdi útlendskt mál verða talað í slíkari kroysu, sum hesin gamli búði í, legði eg oyrað at einum holi í vindeyganum og hoyrdi teir tá tosa saman á henda hátt. Illiivi, hesin gamli her, spurdi ivamenn, hvørjir teir vóru, hvaðani teir komu, og hvørji ørindi teirra vóru á hesum leiðum. Teir svaraðu øllum spurningum hansara, og kortini sýndi hann teimum gestablídni. Eisini spurdi hann teir, hvussu mangir teir høvdu verið, og teir svaraðu honum, at teir høvdu verið tíggju túsund. Tá spurdi hann teir, hví teir ikki menniligari høvdu barst við mannasálingar. Táið teir svaraðu hesum, kallaði hann hershøvdinga teirra eitt neyt, tí hann tók til rýmingar, táið hann átti at barst fyri fúrsta sín. Framvegis ynskti Illiivi, hesin gamli her eg hoyrdi tað skilliga at allir hinir tíggju túsund ivamenn høvdu verið í Mannasál nú, og at hann hevði verið hershøvdingi teirra. Hann bað teir eisini varða seg og ikki spæla stórmenn; tí vórðu teir tiknir, lótu teir lív, um so høvd teirra høvdu verið av gulli.? Nú segði rætturin: ?Illiivi! Her er nú eitt annað vitni ímóti tær, og vitnisburður hansara er nóg greiður. Hann ger eið uppá, at tú fagnaði hesum monnum í húsi tínum, og at tú setti teir til borðs, tóat tú visti, at teir vóru púkar og fíggindar kongs. Hann ger eið uppá, at tú ynskti eftir, at tíggju túsund ivamenn høvdu verið í Mannasál. Hann ger eið uppá, at tú legði teimum tey ráð at vera lítillátar og kvirrar, fyri at tænarar kongs skuldu ikki fáa hond á teimum. Alt hetta prógvar, at tú ert púki; tí vart tú vinur kongs, hevði tú sjálvur tikið teir á hondum.? Illiivi segði nú: ?Hasum fyrsta svari eg so, at hesir menn komu inn hjá mær, og eg fagnaði teimum, tí teir vóru ókunnumenn. Er tað nú vorðið misbrot í Mannasál at sýna ókunnufólki blíðskap! At eg setti teir til borðs, er satt; og hví skal eg verða lastaður fyri at sýna gestablídni! Og nú tað, at eg ynskti eftir, at tíggju túsund ivamenn skuldu verið í Mannasál grundina fyri, at eg ynskti tað, havi eg hvørki sagt vitnunum ella monnunum sjálvum. Tað var kanska, tí eg vildi, at teir skuldu verið tiknir, so óvist er, um eg ynskti hetta ikki av kærleika til Mannasál tað vita tit líka! Eg bað teir eisini varða seg, so teir vórðu ikki tiknir av hershøvdingunum jú, men tað var kanska bert, tí mær dámar ikki, at blóð verður úthelt; óvist, at eg fyri tann skuld ynskti eftir, at fíggindar kongs skuldu sleppa.? Vitigi borgarstjóri svaraði: ?Um so er, at tað er vakurt at vera gestablíður, so var tað kortini landasvik at hýsa fíggindum kongs. Og alt hitt, ið tú hevur sagt, stevnir bert eftir at sleppa undan dómi ella, ið hvussu er, at fáa forðað dómfellingini sum longst. Men um so einki annað varð prógvað móti tær enn tað, at tú ert púki, so ert tú eftir lógini deyðasekur fyri tað. Nú hevur tú haraftrat fagnað, lívgað og hýst øðrum púkum, og tað útlendskum, tú hevur havt teir sitandi til borðs hjá tær! Og hesir menn vóru komnir úr fjarløgdum landi í teirri ætlan at gera enda á Mannasál og leggja staðin í oyði! Slíkt má ikki verða tolt!? Tá segði Illiivi: ?Eg síggi, hvussu úrslitið verður: Navn mítt og næstakærleiki mín verða mær at bana!? Hinir útlendsku ivamenn vórðu nú kallaðir inn fyri rættin, og tann, ið fyrst varð klagaður, var hann, sum ivaðist um útveljingina. Klagan móti honum varð lisin upp, og við tað at hann var ein útlendingur, segði ein umsetari honum innihald hennara, nevniliga at hann var klagaður fyri at vera fíggindi Immanuels prins, fyri at bera hatur til Mannasál og fyri at vera ímóti gagnligastu læru staðarins. Dómarin spurdi hann tá, um hann ætlaði at verja seg. Men hann svaraði einki uttan tað, at hann viðgekk, at hann ivaðist um útveljingina; men so var hann lærdur at trúgva frá barni av. Og so legði hann aftrat: ?Má eg lata lív fyri trúgv mína, haldi eg meg doyggja sum blóðvitni og leggi ikki mikið í tað.? Dómarin: ?At ivast um útveljingina er at kollvelta einum umvarðandi lærdómi evangeliumsins, nevniliga lærdóminum um alvitsku, mátt og vilja Guds; tað er at taka burt rætt Guds yvir skapningum hansara, tað er at leggja ástoyt fyri trúgv Mannasálar, og tað er at leggja mannaverk og ikki náðina til grundarlag frelsunnar. Tað ger eisini orðið til lygn og loypir mannasálingum ófrið í sinnið. Eftir hini bestu av øllum lógum eigur hann tí at lata lív.? Síðani varð hann róptur inn, sum ivaðist um kall Guds, og leiddur fram fyri rættin. Í innihaldinum var klagan móti honum lík hini fyrru; bert varð hann serliga klagaður fyri at avnokta, at Mannasál var kallað av Gudi. Dómarin spurdi hann, hvat hann hevði at siga sær til verju. Hann svaraði: ?Eg havi aldri trúð, at nakað slíkt er til, sum at Gud hevur kallað Mannasál á ein tilskipaðan og máttmiklan hátt. Eg trúgvi bert, at Gud hevur kallað ein og hvønn við orðinum, og tí viðvíkjandi trúgvi eg eina, at hann áminnir fólk at leggja av tað, sum ilt er, og gera tað, sum gott er. Tá eiga tey lyfti um sælu.? Tá segði dómarin: ?Púki ert tú! Tú hevur avnoktað ein stóran part av sannleika prinsins júst tann partin, sum Mannasál kann kenna í roynd. Tí hann hevur kallað Mannasál, og hon hevur hoyrt Immanuel sín kalla seg á hin mest tilskipaða og máttmikla hátt. Og hetta kall hevur vakt hana, lívgað hana og veitt henni hina himmalsku náði, at hon fekk eitt ynski eftir at koma í samband við prins sín, tæna honum, gera vilja hansara og vænta sær sælu eina av góðsku hansara. Við tað at tú skýggjar hesa góðu læru, eigur tú at lata lív.? Harnæst varð hann, sum ivaðist um náðina, leiddur inn. Táið klagan móti honum var lisin upp, svaraði hann: ?Tóat eg eri úr Ivalandi, var faðir mín av farisearaætt og hevði góða atferð millum grannar sínar; hann lærdi meg at trúgva, at Mannasál verður aldri frelst fyri einki av náði, og tí trúgvi eg eisini!? Tá segði dómarin: ?Nú, lóg prinsins er greið: Tað, sum ikki er: ?Ikki av verkum? (Ef. ). Tað, sum er: ?Av náði eru tit frelst? (Ef. ). Men trúgv tín hvílir á mannaverkum; tí lógverk eru mannaverk. Haraftrat hevur tú við at tala, sum tú hevur talað, rænt dýrd Guds frá honum og givið syndigum manni hana. Og tú hevur sagt um Kristus, at verk hansara var óneyðugt og er ikki nóg mikið, og heiðurin, ið tú á henda hátt hevur rænt frá honum, hevur tú givið mannaverki. Verk Heilaga Andans hevur tú vanvirt, og vilja holdsins hevur tú veitt dýrd, somuleiðis hugsanarhátt teirra, sum træla undir lógini. Púki ert tú og sonur púka, og fyri púkahugsanarhátt tín mást tú lata lív!? Táið rætturin var komin so langt í málarakstrinum við teir, fóru dómsmenninir einsæri, og áðrenn langt umleið, komu teir aftur við úrskurðinum, sum fangarnir vórðu dømdir til deyða eftir. Tá reistist Kunnskapur og segði so við fangarnar: ?Tit, fangarnir fyri rættinum! Tit hava her verðið klagaðir fyri misbrot móti Immanuel, prinsi okkara og móti vælferð Mannasálar, hins navngitna staðar, og prógvað er, at tit eru sekir. Fyri hesi misbrot eiga tit at lata lív, og doyggi tit tá!? Teir vórðu dømdir at doyggja á krossi. Staðið, sum ásett varð at reisa krossarnar á, var, har Gamli Ormur hesa seinastu ferðina hevði tikið støðu við heri sínum móti Mannasál; bert Illiivi gamli varð krossfestur fyri ovara enda Illugøtu, beint yvir av húsdurum sínum. Táið mannasálingar høvdu loyst seg frá so mongum av fíggindum sínum og teimum, ið voldu staðnum ófrið, varð harnæst givið strangt boð, at Vilji og Hugagóði, hjálparmaður hansara, skuldu leita eftir púkunum, sum enn vóru eftir í Mannasál, og leggja sær eina við at taka teir á hondum. Nakrir av teimum skulu verða nevndir her: Dári, Góðsleppari, Trælaótti, Kærleiksleysi, Mistrúni, Holdsligi og Letingi. Eisini varð boðið, at hann skuldi taka synir Illaiva, sum hann hevði latið eftir seg, og at hús hansara skuldu verða rivin niður. Synirnir, sum hann hevði latið eftir seg, vóru hesir: Ivi, sum var elsti sonur hansara, Lógtrælur, hin næstelsti, Trúarleysi, Kristhugsanarreingjari, Lyftisminkari, Sansasterki, Kenslutrælur og Sjálvgóði. Allar hesar synir hevði Illiivi fingið við somu konu; hon æt Einginvón og var skyld við Vantrúna gamla, sum var faðirbróðir hennara. Táið faðir hennara, Niðumaður gamli, var deyður, tók Vantrúni hana til sín og aldi hana upp, og táið hon var tilkomin, læt hann Illaiva fáa hana til konu. Vilji og Hugagóði, tænari hansara, hitt reystmennið, útintu nú starvið, ið teir høvdu fingið. Dára tók Vilji úti á vegnum og hongdi hann í Býttlingarsmogu, beint yvir av húsum hansara. Hesin maður, Dári, var hann, ið vildi hava mannasálingar at geva Trúgvanda hershøvdinga Gamla Ormi upp í hendur, um hann tá vildi lova at fara úr staðnum við heri sínum. Eisini Góðsleppara tók hann, ein dagin hann hevði nógv um at vera á torginum, og læt hann drepa eftir lógini. Í Mannasál búði ein ærligur, fátækur maður, ið æt Hugsandi. Hesin maður hevði ikki verið mikið virdur fráfalsdagarnar; men nú var hann mettur javnt við hinar frægastu í staðnum, og teir vildu fegin veita honum eina enn betri støðu. Góðsleppari hevði verið mikil óðalsbóndi í Mannasál áður; men táið Immanuel kom aftur, varð alt frá honum tikið og givið prinsinum til nýtslu. Og henda ogn varð nú givin Hugsanda; hann skuldi nøra um hana, samfelagnum til frama. Eftir hann fekk sonur hansara, Rætthugsandi, alt óðalið; kona hansara æt Gudrædda; hon var dóttir Kunnskapar bókara. Síðani tók Vilji Lyftisminkara; hann var nú illmenni, verri enn flestir; tí av hansara voldum var nógv av peningi kongsins oyddur; hann varð tí gjørdur alment fyridømi. Hann varð leiddur fyri rættin, sum feldi tann dóm yvir hann, at fyrst skuldi hann verða settur í gapistokkin, harnæst húðflongdur av øllum børnunum og tænarunum í Mannasál og síðani hongdur. Onkur kann undrast á, hví hesin maður fekk so harðan dóm; men ærligir handilsmenn í Mannasál vita um ta ræðuligu oyðing, ið ein, sum minkar um lyftini, eftir stutta tíð kann volda Mannasál. Og eg haldi tað er álvara mítt at ein og hvør, ið ber sama navn sum hann og ber seg at sum hann, eigur at fáa somu viðferð. Framvegis legði Vilji hendur á Sansasterka og setti hann fastan; og hvussu tað nú bar til, veit eg ikki, men hann breyt seg út úr fangahúsinum og slapp, ja, og tað freka illmennið fæst ikki enn úr staðnum, men fjalir seg í púkaholunum um dagin og spøkir eins og ein afturgonga í húsunum hjá ærligum monnum á náttartíð. Tí varð ein kunngerð sett upp á torginum í Mannasál, har lovað varð tí, sum rakti við Sansasterka og tók hann og drap hann, at hann skuldi fáa loyvi at sita við borð prinsins dagliga og verða settur at varðveita dýrgripirnar í Mannasál. Mangir vóru tá, sum løgdu sær eina við at fáa hendur á honum og drepa hann; men einki bar til, tóat hann mangan varð sæddur. Men Kristhugsanarreingjara, hann tók Vilji og setti hann í varðhald. Har sat hann leingi, men so gjørdist hann lungnaveikur og doyði til endans av bróstsjúku. Sjálvgóði varð eisini tikin og settur í fangahús; men hann átti nógv skyldfólk í Mannasál, so drálað varð við at fella dóm yvir hann. Men endin varð, at Sjálvavnoktandi steig fram og segði: ?Verða slík illmenni eird í Mannasál, so gevi eg starv mítt frá mær!? Og síðani tók hann hann av mannamúgvuni og gav hann upp til hermenn sínar; teir soraðu skalla hansara. Men um hetta knarraðu summi í Mannasál; tó tordi eingin at siga nakað opinberliga, við tað at Immanuel var í staðnum. Prinsurin frætti hetta manndómsbragd, ið Sjálvavnoktandi hevði útint, og hann sendi boð eftir honum og gav honum ein heiðursess í Mannasál. Eisini Vilji fekk mikla viðurkenning frá prinsinum fyri tað, sum hann hevði avrikað, Mannasál til bata. Nú fekk Sjálvavnoktandi betri troyst og tók seg saman við Vilja at leita eftir púkum og elta teir. Kenslutræl tóku teir á hondum, somuleiðis Lógtræl; teir báðir vórðu sitandi í fangahúsi til deyðadag sín. Men Trúarleysi var ein kvikur skelmur; hann fingu teir ikki í hond, tóat teir manga royndina gjørdu. Hann og nakrir aðrir hinir snildastu av púkasáðnum vórðu tí búgvandi har, líka inntil Mannasál ikki var longur í kongaríkinum, sum nevnt er Heimur. Men mannasálingar noyddu teir at fjala seg í hellum og holum; kom onkur teirra fram í ljós, ella varð hann sæddur á gøtum Mannasálar, fór maður av húsi vápnaður eftir honum; ja, um tað so vóru børnini í Mannasál, róptu tey eftir teimum sum eftir tjóvum (Job ) og vildu fegin steinað teir til deyða. Og nú høvdu mannasálingar vunnið frið og trygd í nakran mun; prinsur teirra búði eisini hjá teimum, hershøvdingar og hermenn teirra gjørdu skyldu sína, og mannasálingar gloymdu ikki heldur tað, sum teir høvdu at gera við hitt landið langt burtur, samstundis sum teir arbeiddu í yrki sínum. Táið mannasálingar høvdu loyst seg frá so mongum av fíggindum sínum og teimum, ið voldu staðnum ófrið, sendi prinsurin teimum boð og ásetti ein dag, táið hann vildi hitta teir allar á torginum og har geva teimum boð viðvíkjandi ymiskum, sum, um teir gjørdu, sum hann álegði teimum, fór at verða teimum tryggjandi og gagnligt á komandi døgum og púkunum, sum vóru bornir í heim og uppaldir í Mannasál, til oyðingar. Táið nú hin ásetti dagurin var komin, kom fólkið saman. Eisini Immanuel kom í vagni sínum oman á torgið, og við honum vóru allir hershøvdingar hansara í skreytbúna, høgrumegin og vinstrumegin hann. Boð varð tá givið, at tøgn skuldi vera, og táið prinsurin og mannasálingar høvdu skift blídligar heilsanir, helt hann hesa røðu fyri teimum: ?Mannasál mín, hjartans elskaða mín! Mong og stór rættindi havi eg veitt tær. Eg havi tikið teg út frá øðrum og útvalt mær sjálvum teg, ikki tí tú vart verdig, men fyri mína egnu skuld. Eg havi eisini endurloyst teg, ikki bert undan ræðslu fyri lóg faðirs míns, men undan hond Gamla Orms. Hetta havi eg gjørt, tí eg havi elskað teg, og tí eg havi lagt mær teg á hjarta til at gera tær gott. Eg havi eisini goldið fyri teg fyri sál tína fult gjald, so alt, sum kundi forðað tær at vinna fram til Paradís og gleðina har, skuldi verða tikið burt av leið tíni. Eg havi keypt mær sjálvum teg, ikki fyri eitt virði av forgeingiligum lutum sum silvuri ella gulli, men við blóði mínum, mínum egna blóði, sum eg sjálvkravdur læt renna niður á jørðina fyri at vinna mær teg ( Pæt. ). Eg havi tá gjørt teg sáttan við faðir mín og veitt tær stað í høllunum, sum eru hjá honum í kongsstaðnum. Tað, sum har er, hevur einki eyga sæð, og tað er ikki komið upp í hjarta nakars menniskja ( Kor. ). Harnæst, Mannasál mín, sært tú, hvat eg havi gjørt, og hvussu eg havi rivið teg av hondum fígginda tína, sum tú hevði vent tær til í uppreistri móti faðir mínum, og sum tú hevði givið teg undir at tæna og lata teg leggja í oyði av. Eg kom til tín, fyrst við lóg míni og síðani við náði míni fyri at vekja teg og sýna tær dýrd mína. Og tú veitst, hvat tú vart, hvat tú segði, hvat tú gjørdi, og hvør mangan tú hevur sett teg upp móti faðir mínum og mær. Kortini vendi eg tær ikki bakið sum tú sært í dag; nei, eg kom til tín. Eg havi havt tol við atburði tínum og bíðað eftir tær, og oman á alt havi eg fagnað tær, eina av náði og góðsku míni; eg vildi ikki lata teg ganga til grundar, sum tú sjálv einki gjørdi fyri at forða. Eg kringsetti teg og læt neyð koma á teg úr øllum ættum fyri at gera teg troytta av tínum egnu leiðum og við trongdum boyggja hjarta títt, so tú samtykti í at taka við tí, sum var tær til lukku og sælu. Og táið eg hevði vunnið fullan sigur á tær, vendi eg tær øllum til bata. Eisini sært tú, hvussu stóran her av monnum faðirs míns, eg havi latið búgva innan fyri múrar tínar hershøvdingar og aðrar yvirmenn, hermenn og bardagamenn, við hertólum og frálíkum amboðum til at sigra fíggindar tínar við; tú sært, hvat eg hevði í huga, Mannasál mín! Og hesin herur eru tænarar mínir og tínir við! Ja, og endamál mítt við at lata teir leggja teg undir meg og hin sanna ætlan við øllum hesum, ið eg havi gjørt, er at verja, reinsa og styrkja teg og gera teg mær tokkaliga, Mannasál, og búgva teg til fyri nærveru, signing og dýrd faðirs míns. Tí hetta vart tú, Mannasál mín, skapt og myndað til. Framvegis sært tú, Mannasál mín, hvussu eg havi gloymt fráføll tíni og grøtt teg! Jú, eg var vreiður við teg; men havi vent vreiði míni burt frá tær, tí eg elskaði teg enn; vreiði og bræði mín hildu uppat, og í tann stað legði eg fíggindar tínar í oyði, Mannasál! Nei, ikki var tað góðska tín, ið dró meg aftur til tín, táið eg fyri misbrot tíni hevði fjalt andlit mítt og var rýmdur frá tær! Fráfalsleiðin hon var tín, men eg var tann, ið fann veg og máta at bjarga tær. Tað var eg, sum upphugsaði, hvussu tú skuldi fáast at venda aftur. Tað var eg, sum girdi teg inni við garði og múri, táið tú hevði byrjað at venda tær til slíkt, sum mær ikki toknaðist. Eg gjørdi tað beiskt, sum tú helt vera søtt, gjørdi dag tín til nátt, slætta veg tín til tornagøtu, og tað var eg, sum gjørdi allar teir snópnar, sum ætlaðu tær oyðing. Eg var tann, ið setti Gudsótta at virka í Mannasál. Eg var tann, ið vakti samvitsku tína og vit títt, vilja tín og kenslur tínar, táið tú vart so djúpt sokkin og so syndarliga viknað. Tað var eg, sum gav tær lív, Mannasál, so tú fórt at leita eftir mær, inntil tú fanst meg og við at finna meg vanst tær sjálvari heilsu, eydnu og frelsu. Eg var tann, ið hina seinnu ferðina rak púkarnar úr Mannasál, og tað var eg, sum vann sigur á teimum og forkom teimum fyri andliti tínum. Og nú, Mannasál mín, eg eri komin aftur til tín við friði, og misbrot tíni móti mær eru, eins og tey aldri vóru gjørd. Og ikki skal verða við tær eins og í forðum; nei, eg skal signa teg meir enn í upphavi tínum. Tí um stutta stund, Mannasál mín, táið nakrar fáar tíðir enn eru gingnar yvir høvdi tínum, skal eg og óttast ikki, um eg sigi so! taka niður Mannasál, henda navngitna stað, ríva hann líka á grund. Og grót og við hansara, múrar og dust hansara og íbúgvar hansara skal eg lata føra til mítt egna land, til kongaríki faðirs míns, og har skal eg reisa staðin aftur, so sterkan og við slíkari dýrd, sum hann aldri visti um, har hann nú stendur. Har skal eg reisa Mannasál, faðir mínum til bústað; tí tað var staðurin ætlaður til, táið hann av fyrstu tíð varð reistur í kongaríkinum, sum nevnt er Heimur. Og har skal eg gera hann undranarverdan, eitt minnismerki náðinnar, og lata hann sjálvan undrast á ta miskunn, ið honum er sýnd. Har skulu íbúgvar Mannasálar síggja alt tað, sum teir einki hava sæð av her; har skulu teir gerast líkar teirra, sum stóðu hægri enn teir, meðan teir vóru her. Og har skalt tú, Mannasál mín, hava slíkt samfelag við meg, við faðir mín og við Talsmann, sum ógjørligt er at fegnast í her, og sum tú aldri kundi kent í roynd, um tú so livdi í Heimi samfull túsund ár. Og har, Mannasál mín, skalt tú ongan ótta bera longur, hvørki fyri myrðmonnum ella púkum og hóttum teirra. Har skulu aldri vera nakrar samansvørjingar, skaðaætlanir og oyðingarroyndir móti tær, Mannasál mín. Har skalt tú eingi ring tíðindi hoyra uppaftur, ei heldur gangin frá púkabumbuni. Har skalt tú ikki síggja merkisberar púkanna, ei heldur hermerki Gamla Orms. Púkar skulu ongan skansa reisa móti tær, ei heldur skal hermerki teirra verða reist fyri at ræða teg. Har skal tær ikki tørva hershøvdingar, hertól, hermenn og bardagamenn. Har skal eingin sorg ráma teg, eingin mótgangur, og aldri aftur í allar ævir skal eydnast nøkrum púka at sníkja seg inn í útjaðrar tínar og fjala seg í múrum tínum; nei, teir skulu ikki verða sæddir aftur innan fyri landamark tíni allar dagar ævinnar. Lívið skal har vara longur, enn tú her nakra tíð hevur kunnað so mikið sum ynskt tær; og kortini skal tað altíð vera lystiligt og nýtt, og einki skal forða tí allar ævir. Har, Mannasál, skalt tú hitta mong, sum hava verið tær lík og hava borið somu sorgir sum tú tey, sum eg havi útvalt, endurloyst og tikið út eins og teg til at búgva við hirð faðirs míns og í kongsstaði hansara. Og tey verða glað at hitta teg, eins og hjarta títt skal fegnast við at síggja tey. Mannasál! Faðir mín og eg hava gjørt til reiðar slíkt, sum aldri hevur verið sælt, síðani heimurin var grundaður; tað er goymt hjá faðir mínum og innsiglað millum dýrgripir hansara til tín inntil tú kemur hagar at fegnast í tí. Eg segði tær í áðni, at eg skal flyta Mannasál mína og reisa hana aftur á øðrum staði. Og har, sum eg skal reisa hana, har eru teir, sum elska teg, og sum fegnast um teg nú; men hvussu mangan meir skulu teir ikki gera tað, táið teir síggja teg hevjaða upp til heiður! Faðir mín skal senda teir eftir tær tá at flyta teg, og favnur teirra skal vera tær eins og vagnur, ið tú verður flutt í. Tú, Mannasál mín, skalt verða borin á veingjum vindsins. Teir skulu koma at bera, føra og flyta teg, hagar tú skalt sanna, táið eygu tíni síggja betur enn nú, at her er havnin, tú tráaði eftir. Nú havi eg, Mannasál mín, sýnt tær tað, sum her eftir fer at verða um tú dugir at hoyra og skilja. Og nú skal eg siga tær, hvat skylda tín er, og hvussu tú eigur at fara at í tíðini, sum nú er inntil eg komi og taki teg til mín, eins og sagt er frá í orði sannleikans. Fyrst áleggi eg tær, at tú mást betur enn higartil geva gætur at hava búnan hvítan og reinan, sum eg gav tær, áðrenn eg seinast fór burt frá tær. Ger hetta, sigi eg, tí tað verður vísdómur tín! Búnin er fínt lín; men tú mást varðveita hann hvítan og reinan. Tað verður vísdómur og heiður tín og mær stórliga til dýrdar. Táið klæði tíni eru hvít, sannar heimurin, at tú ert mín. Eisini gleðist eg yvir leiðir tínar tá. Tí tá verður atferð tín, bæði táið tú gongur inn, og táið tú gongur út, eins og skyggjandi snarljós, sum tey, ið tú livir saman við, noyðast at geva gætur, ja, tey fara ikki at fáa hugt fyri ljómanum. Skrýð teg tí, eins og eg áleggi tær, og ger eftir lóg míni fótum tínum beinar gøtur! So skal kongurin hava hug á vakurleika tínum, tí hann er harri tín, og tú skalt falla niður fyri honum (Sálm. ). Fyri at tú nú kanst varðveita búna tín, eins og eg sigi við teg, havi eg, sum eg áður havi greitt tær frá, givið tær eina opna keldu, sum tú kanst tváa klæði tíni í. Síggj tí til, at tú tíðum tváar teg í keldu míni, og gakk ikki í skitnum klæðum! Tí tað er bæði mær til skomm og vanæru og tær til skaða, at búnin, tú gongur í, er dálkaður. Lat tí ikki klæði míni klæði tíni klæðini, ið eg gav tær verða blettað og dálkað av holdinum! Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki høvdi tínum fattast olju! (Præd. ). Mannasál mín! Eg havi mangan bjargað tær frá ætlanum, samansvørjingum, royndum og svikabrøgdum Gamla Orms, og aftur fyri alt hetta biði eg einki frá tær uttan tað, at tú lønir mær ikki ilt fyri gott, men minnist kærleika mín og góðsku mína, sum eg enn eins og áður sýni elskaðu Mannasál míni fyri at fáa teg at liva verdiga eftir øllum tí góða, ið tær er gjørt. Í gomlum døgum varð ofrið bundið við togum at altarhornunum (Sálm. ). Gev gætur tí, sum sagt er við teg, signaða Mannasál mín! Mannasál mín! Eg livdi, og eg doyði; men eg livi og skal aldri aftur doyggja fyri teg. Eg livi, fyri at tú skalt ikki doyggja. Við tað at eg livi, skalt tú liva við. Eg gjørdi teg sáttan við faðir mín við blóði kross míns, og nú tú ert vorðin sátt, skalt tú liva við mær. Eg skal biðja fyri tær, eg skal berjast fyri teg, og eg skal gera væl við teg enn sum áður. Synd er hitt einasta, sum kann gera tær mein, synd er hitt einasta, sum kann valda mær sorg, og synd er hitt einasta, sum kann gera teg vanvirðisliga í eygum fígginda tína. Varða teg tí fyri synd, Mannasál mín! Og veitst tú, Mannasál, hví eg av fyrstu tíð gav púkum loyvi at búgva í múrum tínum, og hví eg enn loyvi teimum at búgva har? Tað er, fyri at tú skalt vera vakjandi, fyri at kærleiki tín skal verða royndur, fyri at tú skalt standa á vakt tíni, og fyri at tú enn sum áður skalt virða frægu hershøvdingar mínar og hermenn teirra og náði mína. Eisini er tað, fyri at tú skalt ikki gloyma neyðina, tú einaferð vart í eg meini við hina tíðina, táið púkarnir, ikki bert nakrir, men allir, búðu, ikki bert í múrum tínum, men í kastali tínum og verndarvirki tínum, Mannasál! Mannasál mín! Um eg so drap allar púkar, sum inni í tær eru, vóru kortini mangir uttanfyri, sum høvdu trælkað teg. Tí vórðu allir, ið innanfyri eru, dripnir, høvdu hinir uttanfyri funnið teg sovandi, og tá høvdu teir í løtuni gloypt Mannasál míni. Tí havi eg latið teir vera í tær, ikki fyri at teir skulu gera tær mein men tað gera teir, um tú lurtar eftir teimum og aktar teir men fyri at teir skulu vera tær til bata, og tað verða teir, um tú vakir og berjist við teir. Minst tí, at hvat teir so freista teg til, er ætlan mín, ikki, at teir skulu reka teg longri burtur frá faðir mínum, men at teir skulu draga teg nærri til hansara, læra teg hernað, geva tær hug at biðja og gera teg lítla í tínum egnu eygum. Lurta væl eftir hesum, Mannasál mín! Sýn mær tá kærleika tín, Mannasál mín, og lat ikki púkarnar innan fyri múrar tínar køla kenslur tínar fyri honum, ið hevur endurloyst sál tína! Ja, hvørja ferð tú sært ein púka, lat tað gera kærleika tín til mín heitari! Eina ferð, ja, tvær ferðir, tríggjar ferðir kom eg at frelsa teg frá eitrinum í hesum ørvum, ið annars høvdu volt tær deyða. Mannasál mín! Barst fyri meg, vin tín, við hesar púkar, og eg skal tala málevni títt fyri faðir mínum og allari hirð hansara! Elska meg so, at tú berjist við hvørja freisting, og eg skal elska teg hóast allar veikleikar tínar! Mannasál mín! Minst tað, sum hershøvdingar og hermenn mínir við hertólum mínum hava gjørt fyri teg! Teir hava barst fyri teg, teir hava liðið fyri teg, og teir hava tolt nógva mótstøðu frá tær fyri at gera tær væl, Mannasál! Hevði tú ikki havt teir at hjálpa tær, hevði Gamli Ormur vissuliga verðið tær ov sterkur. Hav tí umsorgan fyri teimum, Mannasál mín! Táið tú gert tað, sum gott er, veit teimum væl við; táið tú gert tað, sum skeivt er, veit teimum illa við, teir verða sjúkir og veikir. Ger ikki hershøvdingar tínar sjúkar, Mannasál mín! Tí táið teir eru sjúkir, kann tær ikki vita væl við; táið teir eru veikir, kanst tú ikki vera sterk; táið teir eru máttleysir, kanst tú ikki berjast djørv fyri kong tín, Mannasál! Heldur ikki mást tú hugsa, at tú skalt altíð liva av kenslum; tú mást liva av orði mínum. Táið eg ikki eri hjá tær, mást tú kortini trúgva, Mannasál mín, at eg elski teg enn og beri teg á hjarta mínum í allar ævir! Minst tí, Mannasál mín, at tú ert hin elskaða mín! Eins og eg tí havi lært teg at vakja, stríða og biðja og berjast við fíggindar mínar, so gevi eg tær nú tað boð, at tú skalt trúgva, at kærleiki mín til tín umbroytist ikki. Mannasál mín! Hvussu fast ert tú ikki bundin at hjarta mínum, hvussu elski eg teg ikki! Vak! Nú, eg leggi onga aðra byrði á teg aftrat henni, sum tú longu bert. Halt fast, inntil eg komi!? (Op. ). Fyrri partur Á ferð míni gjøgnum ta oyðimørk, ið hesin heimur er, kom eg fram at einum staði, har eitt helli var. Har legðist eg at sova, og meðan eg svav, hevði eg ein dreym. Eg droymdi, at eg sá ein kloddutan mann (Es. ), sum stóð einastaðni og vendi sær burtur frá húsum sínum við eini bók í hondini og eini tungari byrði á bakinum. Eg hugdi og sá hann lata bókina upp og lesa í henni; meðan hann las, græt hann og pipraði, og til endans kundi hann ikki halda sær longur, men skar í neyðarróp og segði: ?Hvat skal eg gera?? (Áp. ). So staddur fór hann nú til hús, og so leingi sum hann kundi, helt hann sær, fyri at kona og børn hansara skuldu ikki síggja, hvussu trongur hann var; men tað var ikki leingi, hann kundi tiga, við tað at neyð hansara tók til, og endin varð tí, at hann læt upp hjarta sítt fyri teimum og fór at tala soleiðis við tey: ?Á, kæra kona mín, og tit elskaðu børn míni! Tað er úti við mær, kæra vini tykkara, ein tung byrði nívir meg hart. Og hartil havi eg fingið at vita vist, at býur okkara her verður brendur við eldi av himli. Í hesi ræðuligu oyðilegging fara tit, kona mín, og míni søtu smáu, saman við mær sjálvum syndarliga at umkomast, um ikki ein vegur finst, sum vit kunnu bjarga okkum á. Tó, eg dugi ongan útveg at síggja.? Av hesum gjørdust konan og børnini bilsin og ógvuliga rødd, ikki tí tey hildu tað vera satt, ið hann segði, men tí tey hildu tað vera veikleika, ið var komin yvir hann; tey skundaðu sær tí at fáa hann at fara niður; um kvøldið var hetta eisini og tey hopaðu, at táið hann hevði sovið, fór høvd hansara at klárna aftur. Men hann var líka vánaligur um náttina, sum hann hevði verið um dagin, og græt og suffaði í staðin fyri at sova. Um morgunin spurdu tey hann, hvussu honum nú visti við. ?Tað versnar í hvørjum!? svaraði hann og fór aftur at tosa við tey um tað sama; men tey gjørdu hjørtu síni hørð. Tey royndu nú at reka hesa sjúkuna hjá honum burtur við at vísa seg harðlig og tvør við hann; við hvørt hildu tey hann fyri spott, við hvørt deildu tey hann, og stundum hvørki hugdu ella talaðu tey til hansara. Tí helt hann seg mest fyri seg sjálvan, men honum tykti synd í teimum, og í loyndum bað hann fyri teimum og gav seg eisini illa um sína egnu neyð. Stundum fór hann eisini einsamallur út í hagan, og har las hann við hvørt og bað við hvørt. Soleiðis gingu nakrir dagar hjá honum. Einaferð sá eg hann ganga úti í haganum og lesa í bók síni, sum hann var vanur, og eg sá, hvussu svár neyð, ið gekk á hann. Sum hann las, skar hann í róp sum áður og segði: ?Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?? (Áp. ) Eg sá eisini, at hann hugdi ymsar vegir, sum hann vildi flýtt, men stóð kortini stillur, og eg skilti, at tað var, tí hann visti ikki, hvørja leið hann skuldi taka. Sum eg hugdi, sá eg nú, at ein maður, sum æt Evangelistur, kom til hansara og spurdi: ?Hví rópar tú?? Hann svaraði: ?Harri, eg síggi av hesi bók, sum eg havi í hondini, at eg eri dømdur at doyggja, og at eftir deyðan kemur dómurin (Heb. Job. ); og eg vil ikki doyggja, og eg kann ikki bera dómin.? (Ezek. ) Tá segði Evangelistur: ?Hví dámar tær ikki at doyggja? Lívið ber jú so nógvar trupulleikar við sær.? Maðurin svaraði: ?Tí eg óttist fyri, at henda byrðin, sum eg beri á bakinum, fer at søkkja meg niður um grøvina, so eg komi í pínustaðin (Es. ). Og eri eg ikki førur fyri at fara í fangahús, so eri eg líka lítið førur fyri at fara fyri dómin og haðani fara at verða straffaður. At hugsa um hetta fær meg at rópa.? Evangelistur segði: ?Er so vorðið hjá tær, hví stendur tú tá stillur?? Maðurin svaraði: ?Tí eg veit ikki, hvar eg skal fara.? Hann fekk honum tá eina pergamentrullu, og har stóð at lesa: ?Flýggið undan vreiðini, ið kemur!? (Matt. ). Maðurin las tað, hugdi spyrjandi upp á Evangelist og segði: ?Hvar skal eg flýggja?? Evangelistur peikaði honum tvørtur um eina ógvuliga stóra fløtu og segði: ?Sært tú hatta tronga portrið har yviri?? (Matt. ). ?Nei!? segði maðurin. ?Sært tú tá tað blanka ljósið, sum er har?? spurdi hin ( Pæt. ). ?Jú,? svaraði hann, ?tað haldi eg meg síggja!? ?Gott,? segði Evangelistur, ?hav hatta ljósið fyri eyga og gakk beint ímóti tí, so fært tú at síggja portrið. Táið tú bankar uppá har, verður tær sagt, hvat tú skalt gera.? So sá eg í dreyminum, at maðurin fór at renna; men hann var ikki komin langt burtur frá húsum sínum, táið konan og børnini raktu við tað, og tey fóru at rópa eftir honum at biðja hann venda aftur (Luk. ). Men hann stakk fingrarnar í oyruni og helt á at renna og rópti: ?Lív, lív, ævigt liv!? Hann hugdi soleiðis ikki aftur um seg ( Mós. ), men helt fram yvir eftir fløtuni. Grannarnir komu eisini út at hyggja eftir honum, sum hann rann; summir hildu hann fyri spott, aðrir hóttu hann, og uppaftur aðrir róptu á hann at venda aftur, og av hesum seinastu vóru tveir, sum settu sær fyri at venda honum aftur við makt. Annar teirra æt Harðvunnin og annar Lagaligur. Tóat maðurin var komin eitt fitt petti burtur, hildu teir kortini eftir honum og fingu hann eisini skjótt aftur. ?Hví koma tit aftan á mær, grannarnir!? spurdi hann. ?Fyri at yvirtala teg at venda aftur við okkum,? søgdu teir. ?Nei,? svaraði hann; ?tað kann eg ómøguligt; tit búgva jú í Undirgangsstaði har sum eisini eg eri føddur og eg síggi, at táið tit doyggja har, um tað nú verður fyrr ella seinni, so søkka tit djúpari enn í grøvina, niður í plássið, sum brennur við eldi og svávuli. Hugsið tit tí heldur um, góðu grannarnir, at koma við mær!? ?Hvat!? segði Harðvunnin, ?skulu vit fara frá vinum og øllum tí góða, ið lívið býður?? ?Ja,? segði Kristin tí soleiðis æt maðurin ?tí alt tað, ið tit skulu ofra upp, kann ikki líknast saman við bert eitt lítið sindur av tí, sum eg søki eftir at fáa ( Kor. ), og vilja tit koma við mær og leita eftir tí, fáa tit somu løn sum eg; tí har, sum eg fari, er nóg mikið og til avlops (Luk. ). Komið og vitið, um eg ikki sigi satt!? Harðvunnin: ?Hvat er tað tá, tú leitar eftir, síðani tú fert frá øllum í heiminum fyri at finna tað?? Kristin: ?Eg leiti eftir einum óforgeingiligum, ódálkaðum arvi, sum ikki kann følna, og sum er goymdur í Himli ( Pæt. Heb. ) og tryggjaður har; hesin arvur verður í fyrisettari tíð givin teimum, sum eru hugagóð at leita eftir honum. Tú kanst lesa tað í bók míni, um tú vilt.? ?Svass!? segði Harðvunnin; ?burt við bók tíni! Kemur tú aftur til hús við okkum ella ikki?? ?Nei, tað komi eg ikki,? segði Kristin, ?tí eg havi lagt hondina á plógvið!? (Luk. ). Harðvunnin: ?Kom so, Lagaligur granni, lat okkum venda við og fara til hús uttan hann! Tað tróta ongantíð ørvitisknokkar og spott, sum leggja sær okkurt í høvdið og so eru vísari í sínum egnu eygum enn sjey, sum kunnu tosa við skili!? ?Halt hann nú ikki fyri spott!? segði Lagaligur. ?Er tað satt, ið hin góði Kristin sigur, so er tað, sum hann leitar eftir, betri enn tað, ið vit hava. Hjarta mítt mælir mær til at fara við granna mínum.? Harðvunnin: ?Hvat! Fleiri dárar enn! Men lýð míni ráð og vend aftur! Hvør veit, hvar ein slíkur ørvitisheili kann leiða teg! Vend aftur, vend aftur, og ver klókur!? Kristin: ?Nei, kom heldur við mær, Lagaligur granni! Alt tað, ið eg tosaði um, er av sonnum at fáa, og umframt tað mangt annað dýrabart. Trýrt tú ikki mær, so les her í hesi bókini! Hann, sum skrivaði hana, hevur við blóði sínum vitnað, at alt tað, sum í henni stendur, er satt? (Heb. ). ?Ja, Harðvunnin granni,? segði Lagaligur, ?eg eri nú komin til eina avgerð. Eg ætli mær at fara við hesum góða manni og hava sama lut sum hann. Men, góði felagi mín, veitst tú vegin til hetta plássið, sum vit tráa eftir?? Kristin: ?Ein maður, sum eitur Evangelistur, vísti mær á hatta tronga portrið framman fyri okkum og bað meg halda beint at tí; har skulu vit fáa at vita um vegin.? Lagaligur: ?Kom so, góði granni, og lat okkum fara!? So fóru teir báðir. ?Og eg fari aftur til hús!? segði Harðvunnin; ?eg skal einki hava av at fylgjast við ørvitisknokkum, sum hava givið seg frá trúnni!? Nú sá eg í dreymi mínum, at Harðvunnin fór aftur til hús; men Kristin og Lagaligur fylgdust yvir eftir fløtuni og tosaðu hetta hvør við annan, meðan teir gingu. Kristin: ?Hvussu hevur tú tað, Lagaligur granni? Eg eri glaður um, at tú gjørdi av at koma við mær; hevði Harðvunnin bert følt megina av tí ósjónliga og ræðsluna fyri tí, soleiðis sum eg havi følt, so hevði tað ikki fallið honum so lætt at vent okkum bakið.? Lagaligur: ?Hoyr, Kristin granni, nú vit eru tveireinir, greið mær nú nærri frá, hvørjum tað er, vit leita eftir, og hvussu vit kunnu vinna tað!? Kristin: ?Tað er slíkt, sum eg betur dugi at fata við hjartanum enn greiða frá við munninum. Men við tað, at tú vilt vita nakað um tað, so skal eg lesa um tað úr bók míni.? Lagaligur: ?Og, álvara, trýrt tú, at tað, sum í bókini stendur, er satt?? Kristin: ?Ja, vissuliga! Hon er skrivað av honum, sum ikki kann lúgva? (Tit. ). Lagaligur: ?Tað er gott; men hvat er tað so, vit fáa?? Kristin: ?Har er eitt ævigt kongaríki at búgva í, og vit fáa ævigt lív, fyri at vit kunnu vera í kongaríkinum allar ævir.? Lagaligur: ?Tað er gott; og hvat meir?? Kristin: ?Har eru dýrdarkrúnur til okkara og klæði, sum skulu fáa okkum at skína sum sólina á himmalhválvinum? ( Tim. Op. Matt. ). Lagaligur: ?Hetta er ógvuliga hugnaligt; og hvat meir?? Kristin: ?Har skal hvørki vera grátur ella sorg; tí hann, sum eigur henda Staðin, skal turka hvørt tár av eygum okkara? (Es. Op. ). Lagaligur: ?Og hvørjum skulu vit vera saman við har?? Kristin: ?Vit skulu har vera saman við serafum og kerúbum, skapningum, sum skína so, at tú fert ikki at tola at hyggja upp á teir. (Op. ). Har fara vit eisini at hitta túsund og tíggjutúsund, sum eru farin undan okkum til tann Staðin. Eingin av teimum ger nakað ilt; tey eru elskulig og heiløg og ganga har øll fyri Guds ásjón; tey standa nær hjá honum, og hann hevur tikið tey til síni í allar ævir. Skjótt at siga: Vit fáa har at síggja teir elstu við gyltu krúnum sínum (Op. ), tær heiløgu moyggjarnar við gullhørpum sínum (Op. ), ja, vit fáa at síggja menniskju, sum heimurin hevur høgt sundur, brent í eldi, sum eru etin av villum dýrum, druknað í sjónum fyri kærleikan, ið tey høvdu til Harran har í Staðnum. Alt er gott har, og øll eru klædd við ódeyðileika sum við einum klædningi? ( Kor. ). Lagaligur: ?At hoyra um alt hetta er nóg mikið til at hugtaka eins hjarta; men er tað nú so, at tað ber til at fáa alt hetta? Hvussu skulu vit fáa lut í tí?? Kristin: ?Harrin í tí landinum hevur skrivað tað niður í hesa bókina, og høvuðsinnhald hennara er, at hann skal geva okkum hetta alt fyri einki, um vit bert av hjarta tráa eftir tí? (Jóh. Op. ). Lagaligur: ?Tað er gott, kæri felagi; tað gleðir meg at hoyra um alt hetta. Kom, lat okkum skunda okkum!? Kristin: ?Eg fái ikki gingið so skjótt, sum eg vildi, fyri hesi byrði, ið eg beri á bakinum.? Nú sá eg í dreymi mínum, at júst sum teir endaðu hesa samtalu, komu teir at eini ógvuliga bleytari mýri, sum var mitt á fløtuni, og teir ansaðu sær so illa, at alt í einum smokkaðu teir báðir niður. Hesin bloti æt Mótloysismýri. Har lógu teir báðir eina góða løtu og bardust fyri at sleppa uppúr aftur; báðir vóru útdálkaðir av runu; men so fór Kristin at søkka; hann hevði jú so tungt á bakinum. ?Vanlukkutíð, Kristin granni!? segði nú Lagaligur; ?hvar komst tú nú?? ?Sanniliga veit eg ikki!? svaraði Kristin. Av hesum gjørdist Lagaligur ógvuliga argur og segði ilsliga við felaga sín: ?Er hetta lukkan, ið tú hevur gingið og tosað um alla tíðina? Gongst okkum so illa nú við tað sama, hvat kunnu vit so ikki vænta okkum, áðrenn ferð okkara er at enda! Sleppi eg livandi burtur hiðani, so skalt tú sleppa at eiga hatta góða land einsamallur fyri mær!? Nú gjørdi Lagaligur eini tvey ógvulig dik á seg, og tað eydnaðist honum at sleppa upp úr aftur mýrini við ta síðuna, sum vendi móti húsum hansara. So rýmdi hann, og Kristin sá hann aldri aftur. Kristin lá nú einsamallur og breytst í Mótloysismýri; men hann royndi tó alla tíðina at koma uppúr við ta síðuna, sum vendi móti Tronga Portri, og burtur frá hansara egnu húsum. Ikki bar tó til hjá honum; tað voldi tann tunga byrðin, ið hann hevði á bakinum. Men so sá eg í dreymi mínum, at ein maður, sum æt Hjálp, kom til hansara og spurdi hann: ?Hvat gert tú her?? ?Harri!? segði Kristin; ?ein maður, sum æt Evangelistur, bað meg fara henda vegin fyri at koma til portrið har yviri, so eg kundi flýggja undan vreiðini, ið kemur; men á leiðini hagar eri eg nú smokkaður í hesa mýrina.? Hjálp: ?Men hví aktaði tú ikki eftir løgunum?? Kristin: ?Ræðslan forfylgdi meg so hart, at eg helt skjótastu leið, og so smokkaði eg niður.? Hjálp: ?Rætt mær hondina!? Kristin so gjørdi, og hann togaði hann nú upp og læt hann fáa fastan botn undir føturnar og bað hann fara leið sína (Sálm. ). So fór eg yvir til mannin, ið hevði hjálpt honum upp, og segði: ?Harri, táið hetta er leiðin úr Undirgangsstaði til portrið har yviri, hví verður so ikki vegur lagdur yvir um mýrina, so neyðar ferðamenn fáa farið vandaleysir um hana?? Men hann svaraði mær: ?Hetta díkið turkast ikki upp! Higar rennur øll tann ónossliga evja, sum kemur av, at syndarar fáa synd sína at síggja. Tí ber hon navnið Mótloysismýri. So skjótt sum syndarin vaknar og sær, at hann er fortaptur, reisist í sál hansara ótti og ivi og øll nívandi angist; alt hetta samlast her, og tí er her eitt slíkt díki. Tað er tó ikki eftir vilja Kongs, at so skal vera. Arbeiðsmenn hansara hava eftir boði frá formonnum Kongs í yvir ár fingist við at royna at bøta um grundarlagið her, og so vítt sum eg veit, eru minst vognar av gróti og eyri stoyttir niður í hesa mýri, ja, hon hevur slúkt miljónir av góðum og gagnligum lærdómum, sum gjøgnum allar tíðir hava verið sendir higar úr øllum londum Kongs. Tey, sum hava skil á tí, siga, at slíkir lærdómar eru besta tilfar at gera fast grundarlag av. Men hesin bloti er Mótloysismýri, og tað heldur hann á at vera, hvat so við hann verður gjørt. Víst er tó eftir Lóggevarans boði nakað av góðum, føstum løgum gjørt mitt ígjøgnum mýrina, men slíkar tíðir sum nú stígur so nógv óreinska upp úr henni, og eisini um veðurskifti, at hesi løgir eru ring at síggja. Eisini hendir tað hjá mongum, at tað ørar fyri teimum, og so stíga tey øðrumegin við og verða útdálkað, hóast løgini eru har. Men táið ein fyrst er komin inn um portrið, so er grundin føst.? Nú sá eg í dreymi mínum, at Lagaligur var komin aftur til hús, og grannar hansara komu at vitja hann. Summir kallaðu hann ein vitigan mann, tí hann var komin aftur; aðrir kallaðu hann ein býttling, tí hann nakrantíð beyð til at fara við Kristini. Uppaftur aðrir flentu at honum, tí hann var so ræddur, og søgdu: ?Tað kann vera tað sama, at var eg farin avstað, so skuldi eg ikki vent aftur fyri einum so lítlum trupulleika!? Har sat nú Lagaligur so hámur millum teirra; men so at endanum vendist tosið yvir á neyðar Kristin, og teir fóru at grína at honum, og tá gjørdist Lagaligur meiri málamikil aftur. So mikið er at siga um Lagaligan. Sum nú Kristin helt fram einsamallur, sá hann langt burtur ein mann, sum kom tvørtur um fløtuna, og teir møttust, nettupp har sum leiðirnar hjá teimum skóru hvør aðra. Hesin maður æt Verðsligur Vísdómur; hann búði í býnum Kjøtiligt Snildi, ein ógvuliga stórur býur, sum lá nær við Undirgangsstað, sum Kristin var úr. Verðsligur Vísdómur visti eitt sindur um Kristin; tí tað frættist allastaðni, at Kristin var flýddur úr Undirgangsstaði, og nógv tos var um tað, ikki bert har í hansara egna býi, men víða hvar. Verðsligur Vísdómur gitti tí við tað sama, at hetta mundi vera Kristin, táið hann sá, hvussu tungliga hann gekk, og hoyrdi, hvussu hann suffaði og gav seg og tílíkt. Hann fór tí at tosa við hann. Verðsligur Vísdómur: ?Hoyr, góði vinur, hvar ætlar tú tær, tú bert so tungt!? Kristin: ?Tað mást tú væl siga, at eg beri tungt! Eg haldi, einki neyðar menniskja hevur borið tyngri byrði. Hvar fari eg, spyrst tú! Eg skal siga tær, eg ætli mær til Tronga Portur har yviri; mær er sagt, at har skal eg fáa at vita, hvussu eg skal sleppa frá byrðini.? Verðsligur Vísdómur: ?Hevur tú konu og børn?? Kristin: ?Ja; men henda byrði tyngir meg so, at eg dugi ikki at gleðast um tey sum áður; tað er fyri mær, sum eg hevði hvørki konu ella børn? ( Kor. ). Verðsligur Vísdómur: ?Vilt tú lurta eftir mær, um eg leggi tær eini góð ráð?? Kristin: ?Tað vil eg væl, um tey av sonnum eru góð; tað er júst eini góð ráð, ið mær tørvar.? Verðsligur Vísdómur: ?so mæli eg tær til sum skjótast at sleppa tær frá byrði tíni; tí tú fært ongan frið í sinnið fyrr, ei heldur kanst tú gleða teg yvir tað góða og tær signingar, ið Gud hevur givið tær, fyrr enn tá.? Kristin: ?Tað er júst tað, ið eg søki eftir, at sleppa frá hesi tungu byrði; men sjálvur fái eg hana ikki av mær, og eingin í landinum, har sum eg eri føddur, var førur fyri at lyfta hana av herðum mínum; tí fari eg nú henda vegin, sum eg segði tær, fyri at sleppa frá byrðini.? Verðsligur Vísdómur: ?Hvør fekk teg at fara henda vegin fyri at sleppa frá byrðini?? Kristin: ?Tað var ein maður, sum tyktist mær at vera ein ógvuliga ærligur og rættiligur persónur; minnist meg rætt, eitur hann Evangelistur.? Verðsligur Vísdómur: ?Skamm fái hann fyri tað! Í allari verðini er ikki vandafullari og torførari vegur enn hesin, ið hann hevur víst tær, og tað fært tú at síggja, heldur tú á at gera eftir hansara ráðum. Eg giti, tú hevur longu roynt nakað av tí; eg síggi, tú ert smurdur í runu úr Mótloysismýri; men tað díkið er lítið av miklum, ið møtir ferðamanninum á hesum vegi. Lurta nú eftir mær, eg eri eldri enn tú! Á hasi leið, ið tú gongur, kanst tú vænta tær at møta møði, pínu, hungri, vanda, nakinleika, svørði, leyvum, drekum, myrkri, skjótt at siga, deyðanum og øllum illum! Alt hetta er sanniliga satt, tað kann mangur vitna. Og hví skal tó ein maður so tankaleysur tveita seg sjálvan burtur, fyri tað at ein fremmandur mælir honum til tað!? Kristin: ?Men, harri! Henda byrðin á baki mínum er mær ræðuligari enn alt hatta, sum tú hevur nevnt. Nei, eg leggi einki í, hvat so møtir mær á vegnum, bert eg kann verða loystur frá byrðini!? Verðsligur Vísdómur: ?Hvussu kom handa byrði nakrantíð á teg?? Kristin: ?Av tí at eg las í hesi bók, sum eg havi her í hondini.? Verðsligur Vísdómur: ?Ja, var tað ikki tað, eg hugsaði! Og so gekst tær sum øðrum einfaldum menniskjum, ið fáast við slíkt, sum tey ikki eru før fyri at skilja. Tey verða forstýrað í høvdinum! Og henda forstýring ger ikki bert ein mann mótfalnan, sum eg síggi, tú ert blivin, men hon fær mangan at taka sær óðamannaverk fyri og tað fyri at vinna nakað, sum hann ikki sjálvur veit, hvat ið er.? Kristin: ?Eg veit, hvat tað er, ið eg vil vinna; tað er at sleppa frá míni tungu byrði.? Verðsligur Vísdómur: ?Men hví vilt tú endiliga fara henda vegin fyri at sleppa frá henni, her, sum so nógvur vandi hóttir teg? So mikið meiri sum eg um tú bert hevði tímt at lurta eftir mær kundi víst tær eina aðra leið at náa tað, ið tú ynskir, uttan at vera noyddur at renna teg út í allan henda vanda. Ja, hjálpin er her fyri hond, og tað vil eg leggja aftrat í staðin fyri alt hetta illa fært tú trygd og vinskap og verður nøgdur.? Kristin: ?Á, harri, vís mær, hvussu hetta gerst!? Verðsligur Vísdómur: ?Ja, hygg, í bygdini har yviri hon eitur Dygd har býr ein ógvuliga skilagóður og avhildin maður, sum eitur Lógbundin; hann dugir væl at sleppa fólki frá slíkum byrðum sum tíni. Eg veit, at hann hevur virkað nógv gott á henda hátt. Hartil kann hann væl at grøða tey, sum eru blivin forstýrað í høvdinum vegna byrði sína. Til hansara skalt tú fara, sum eg sigi, so verður tú hjálpin við tað sama. Tú hevur bert ein knappan fjórðing at ganga til hús hansara, og skuldi hann ikki verið við hús sjálvur, so hevur hann ein son, sum er ein frálíkur ungur maður; hann eitur Fólkaligur og dugir líka væl sum hin gamli sjálvur. Eg sigi tær, at har sleppur tú frá byrði tíni. Og ert tú ikki til sins at fara aftur í býin, sum tú ert úr og tað vil eg heldur ikki mæla tær til so kanst tú senda boð eftir konu og børnum og fáa tey til tín higar til bygdina; har eru hús at fáa til leigu fyri lítlar pengar; vørurnar eru eisini bæði góðar og bíligar har, og tað kemur ivaleyst eisini at gera lív títt enn lukkuligari, at tú har verður at búgva ærdur og avhildin millum grannar, sum eru rættilig fólk.? Kristin stóð nú og ivaðist eina løtu; men so hugsaði hann sum so: ?Er tað satt, ið hesin góði maður sigur, so man vera klókast at fylgja ráðum hansara.? Hann spurdi tí: ?Hvønn veg skal eg fara fyri at koma til húsini hjá hesum heiðursmanni?? Verðsligur Vísdómur: ?Sært tú hatta høga fjallið?? (Sinaifjall). Kristin: ?Ja, tað síggi eg skilliga.? Verðsligur Vísdómur: ?Tú fert bara yvir undir fjallið, og fyrstu hús, ið tú kemur at, eru hansara.? So helt Kristin burtur av leið síni fyri at fara til húsini hjá Lógbundnum at fáa hjálp. Men táið hann kom tætt inn undir fjallið, tykti tað honum so høgt, og tann síðan á tí, sum vendi út móti vegnum, hekk so langt út yvir hann, at Kristin tordi ikki at fara longri av ræðslu fyri, at fjallið skuldi detta oman yvir hann. Hann steðgaði tí á og visti ikki, hvat hann skuldi gera. Eisini tyktist byrði hansara at vera tyngri, enn táið hann var á vegnum ( Mós. ). Og logar stóðu út úr fjallinum, so at Kristin óttaðist fyri at verða brendur; hann pipraði av ræðslu, og sveittin støkk út um hann (Heb. ). Nú byrjaði hann at iðra seg eftir, at hann hevði gingið eftir ráðunum hjá Verðsligum Vísdómi. Tá sá hann Evangelist koma ímóti sær, og táið Kristin sá hann, rodnaði hann av skomm. Evangelistur kom nærri og nærri, og táið hann kom til Kristin, hugdi hann álvarsamt og revsandi upp á hann og fór at tosa við hann. ?Hvat gert tú her, Kristin?? spurdi hann. Kristin visti ikki, hvat hann skuldi svara upp á hetta, so hann fekk ikki orðið upp. Evangelistur segði tí aftur: ?Ert tú ikki maðurin, ið eg hitti grátandi uttan fyri Undirgangsstað?? Kristin: ?Jú, góði harri, eg eri tann maðurin.? Evangelistur: ?Vísti eg tær ikki leiðina til Tronga Portur?? Kristin: ?Jú, vælsignaður.? Evangelistur: ?Hví ert tú tá so skjótt farin av leiðini? Nú ert tú jú ikki á henni!? Kristin: ?Táið eg var komin ígjøgnum Mótloysismýri, hitti eg ein mann, sum fekk meg at leggja leiðina móti hasi bygdini har yviri; tí hann segði, at har fór eg at hitta ein mann, sum kundi sleppa mær frá byrðini.? Evangelistur: ?Hvat var tað fyri ein maður?? Kristin: ?Hann sá út til at vera ein fínur harri, og hann tosaði nógv við meg, so at hann at endanum fekk meg at geva eftir. So kom eg higar; men táið eg sá hetta fjallið, og hvussu tað hongur út yvir vegin, steðgaði eg av ótta fyri, at tað fór at detta oman yvir meg.? Evangelistur: ?Hvat segði tann maðurin við teg?? Kristin: ?Hann spurdi meg, hvar eg ætlaði mær, og tað segði eg honum.? Evangelistur: ?Og hvat segði hann tá?? Kristin: ?Hann spurdi meg, um eg hevði konu og børn, og eg svaraði ja, men at eg hevði ikki ta gleði av teimum nú sum áður, við tað at eg bar hesa tungu byrði.? Evangelistur: ?Hvat segði hann so?? Kristin: ?Hann mældi mær til sum skjótast at tveita byrðina av mær. Tað var jú júst tað, ið eg ynskti, svaraði eg og segði honum so frá, at tí ætlaði eg mær til portrið har yviri, tí har skuldi eg fáa at vita, hvar eg kundi verða loystur frá henni. So segði hann, at hann skuldi vísa mær eina betri og styttri leið, og tað eina, sum ikki var so torfør sum tann, ið tú hevði beint meg inn á, harri. Tann leiðin, segði hann, førdi meg til húsini hjá einum avhildnum manni, sum dugdi væl at sleppa fólki frá slíkum byrðum. Eg trúði honum og fór burt av hini leiðini og inn á hesa og hugsaði, at kanska eg kundi sleppa skjótari frá byrðini. Men táið eg kom higar og sá, hvussu vorðið var, steðgaði eg, sum eg segði, av ótta fyri vandanum; men nú veit eg ikki, hvat eg skal gera.? Tá segði Evangelistur: ?Bíða eitt sindur, so skal eg vísa tær Guds orð!? Kristin stóð piprandi, og Evangelistur helt fram: ?Síggið til, at tit sigast ikki undan Honum, sum talar! Sluppu tey ikki undan, sum søgdust undan honum, ið talaði guddómsorð sítt á jørðini hvussu mangan minni skulu ikki vit sleppa undan, um vit venda okkum burtur frá Honum, ið talar av Himlunum!? (Heb. ). So segði hann: ?Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara? (Heb. ). Hesi orð vendi hann nú á Kristin og segði: ?Tú ert maðurin ( Sám. ), sum rennir teg inn í alla hesa vanlukku. Tú ert byrjaður at kasta ráð hins Hægsta frá tær og venda fótum tínum burt av friðarins vegi, og tað leiðir til tað úrslit, at sál tín fortapist.? Tá fall Kristin niður fyri fótum hansara sum deyður og rópti: ?Á, vei yvir meg! Tað er úti við mær!? Evangelistur tók nú í høgru hond hansara og segði: ?Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin (Matt. ). Og ivast ikki, men trúgv!? (Jóh. ). Hetta lívgaði Kristin eitt sindur aftur; hann reistist og stóð sum áður piprandi framman fyri Evangelist. So helt Evangelistur fram og segði: ?Gev nú væl gætur tí, ið eg fari at siga tær! Eg skal nú vísa tær, hvør hann var, sum narraði teg, og eisini, hvør tann maðurin er, sum hann sendi teg til. Maðurin, sum møtti tær, eitur Verðsligur Vísdómur, og væl má hann so eita; verðsligan vísdóm er tað, ið honum líkar ( Jóh. ); tí gongur hann eisini altíð í kirkju í bygdini Dygd. Hann elskar eisini av teirri grund verðsligan vísdóm, at hann bjargar honum undan at verða forfylgdur fyri Kristi kross. Hetta verðsliga sinni hansara ger, at hann roynir at rangsnúgva vegirnar, ið eg vísi á, hóast teir eru teir beinu. Av trimum grundum serliga mást tú skýggja ráðini, ið hesin maður legði tær. Fyri tað fyrsta: Hann lokkaði teg burt av vegnum. Fyri tað annað: Hann royndi at fáa teg at hata krossin. Fyri tað triðja: Hann leiddi føtur tínar inn á vegin, ið førir til deyðans tænastu. Fyri tað fyrsta mást tú skýggja tað, at tú vart lokkaður burt av vegnum; men tú mást eisini skýggja tín egna hug at fara av vegnum; tí tað var at vraka Guds ráð fyri at lurta eftir ráðum frá einum verðsliga vísum manni. Harrin sigur: ?Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið!? (Luk. ). Og tað er portrið, ið eg vísti tær á; portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann (Matt. ). Frá hesum lítla Tronga Portri og av leiðini hagar hevur hesin óndi maður leitt teg burtur og hevur nærum ført teg í undirgang. Skýggja hann tí fyri tað, at hann lokkaði teg burt av leiðini, og vamlast við teg sjálvan fyri tað, at tú lurtaði eftir honum! Fyri tað annað mást tú skýggja tað, at hann royndi at fáa teg at hata krossin; tí krossin mást tú taka fram um allar Egyptalands skattir (Heb. ). Hartil hevur Dýrdarkongur sagt tær, at hann, ið vil frelsa lív sítt, skal missa tað, og at hann, ið kemur aftan á honum og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu og børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við, kann ikki vera lærisveinur hansara (Matt. Mark. Luk. Jóh. ). Eg sigi tær tí, at tað verður deyði tín, lurtar tú eftir hasum manni og hatar krossin; tí fyri uttan hann kanst tú ikki hava ævigt lív, tað hevur sjálvur Sannleikin sagt. Skýggja tí læruna hjá Verðsligum Vísdómi! Fyri tað triðja mást tú hata tað, at hann leiddi føtur tínar inn á vegin, ið førir til deyðans tænastu. Og í hesum føri mást tú hugsa um, hvønn tað var, hann sendi teg til, og hvussu ómøguliga tann persónur kundi loysa teg undan byrðini. Hann, ið tú vart sendur til fyri at verða loystur, eitur Lógbundin, og mamma hansara er ein trælkvinna, sum er í trældómi við børnum sínum (Gal. ), og hon er tað er eitt loyndarmál sjálvt fjallið Sinai, sum tú ræddist fyri, fór at falla oman yvir teg. Nú er hon við børnum sínum í trældómi, hvussu kanst tú tá hugsa, at tey skulu gera teg frían! Lógbundin er tí ikki førur fyri at loysa teg undan byrðini. Hann hevur ongan loyst, og hann fer ongan at loysa. Tit kunnu ikki verða rættvísgjørdir av lóg; av lóggerðum sleppur einki menniskja frá byrði síni. Verðsligur Vísdómur er tí ein dári, Lógbundin ein svíkjari, og sonurin Fólkaligur ein hyklari, hvussu sleiskur hann so sær út, og hann kann ikki hjálpa tær. Trúgv mær, alt tað møsn, ið tú hevur hoyrt frá hesum býttlingum, hevur einki at týða, og tað narrar bert frelsuna frá tær við at lokka teg burt av leiðini, ið eg fekk teg inn á.? Evangelistur kallaði nú Himmalin til vitni um tað, ið hann hevði sagt, og við tað sama hoyrdist ein rødd út úr fjallinum, sum neyðar Kristin stóð undir, og logar stóðu út úr tí; hárini reistust á høvdi hansara av ræðslu. Røddin segði: ?Tí so mong sum halda seg til lógverk, eru undir banni; skrivað er jú: ?Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum tí, sum skrivað er í lógbókini, so hann ger tað?? (Gal. ). Kristin væntaði sær nú einki uttan deyðan; hann fór at gráta syndarliga og bannaði tí tíma, hann hitti Verðsligan Vísdóm. Hann kallaði seg sjálvan hin versta dára, at hann hevði lurtað eftir ráðum hansara, og hann var ógvuliga forskammaður um, at tað, ið tann maður hevði borið fram, og sum alt samalt var av holdinum, skuldi hava fingið slíkt vald á honum at fáa hann burt av tí rætta vegnum. Hann vendi sær nú aftur til Evangelist og segði: ?Hvat heldur tú, harri? Er nøkur vón? Kann eg nú venda aftur og fara til Tronga Portur? Verði eg ikki vrakaður fyri hetta og við skomm koyrdur burtur? Eg eri so ringur um, at eg skuldi lurta eftir ráðunum frá hasum manni. Kann synd mín verða fyrigivin?? Tá segði Evangelistur við hann: ?Synd tín er ógvuliga stór, tí tú hevur syndað tvífalt; tú ert farin av tí góða vegnum og hevur gingið á forbodnum gøtum. Men maðurin við portrið tekur ímóti tær; tí hann hevur góðan tokka í menniskjum. Ansa tær nú bert, at tú ikki upp aftur kemur burt av vegnum, fyri at hann skal ikki ilskast, og tú ganga til grundar! Skjótt tendrast vreiði hansara? (Sálm. ). Kristin gjørdi seg nú til at venda aftur, og Evangelistur heilsaði honum, smíltist til hansara og bað Gud vera við honum. Hann skundaði sær tá avstað; hann gav seg ongan í tos við á vegnum, og um onkur talaði til hansara, svaraði hann honum ikki ( Kong. ). Hann gekk sum ein, ið gongur, har hann ikki hevur loyvi at ganga, og kendi seg heilt ikki tryggan, fyrrenn hann aftur var á vegnum, ið hann rýmdi av fyri at fylgja ráðnum hjá Verðsligum Vísdómi. Endiliga kom Kristin at portrinum. Oman fyri tað stóð at lesa: ?Bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp!? (Luk. ). Hann bankaði tí fleiri ferðir uppá og segði: ?Man eg nú sleppa inn? Fer hann harinni at taka móti mær, so hjálp eg finni? Í allar ævir skal eg honum prísa, um hann mær, fígginda, vil náði vísa.? At endanum kom ein álvarsamur maður, sum æt Vælvild, til portrið og spurdi, hvør hann var, hvaðani hann kom, og hvat hann vildi. Kristin: ?Eg eri ein armur syndari, sum gongur undir eini tungari byrði. Eg komi úr Undirgangsstaði og eri á ferð til Zionsfjall, fyri at eg kann verða frelstur frá vreiðini, ið kemur. Við tað at mær er sagt, at leiðin hagar gongur um hetta portur, vil eg biðja teg um at lata mær upp.? Vælvild: ?Tað skal eg hjartans fegin.? Og so læt hann upp portrið. Táið Kristin steig innum, tók hin í hann og togaði hann knappliga inn. Kristin spurdi, hví hann gjørdi tað. Vælvild: ?Ikki langt frá hesum portri stendur ein sterk borg, har Be'elzebub ræður, og hann og hjálparmenn hansara skjóta pílar eftir øllum, sum koma at portrinum, fyri at royna at drepa tey, áðrenn tey sleppa innum.? Tá segði Kristin: ?Eg bæði eri glaður og piprist.? Táið hann nú var komin innum, spurdi Vælvild: ?Hvør beindi teg higar?? Kristin: ?Evangelistur segði við meg, at eg skuldi fara higar og banka uppá, so fórt tú at siga mær, hvat eg skuldi gera.? Vælvild: ?Einar opnar dyr eru framman fyri teg, og einki menniskja kann lata tær aftur.? Kristin: ?Nú fari eg at heysta lønina fyri tað, ið eg havi vágað.? Vælvild: ?Men hvussu ber tað til, at tú kemur einsamallur?? Kristin: ?Tí eingin av grannum mínum sá vandan, ið teir vóru í, soleiðis sum eg.? Vælvild: ?Visti nakar av teimum, at tú fórt?? Kristin: ?Ja. Kona mín og børn míni sóu meg fyrst og róptu eftir mær, at eg skuldi venda aftur; eisini summir grannar mínir stóðu og róptu eftir mær, at eg skuldi koma aftur til hús; men eg stakk fingrarnar í oyruni og slapp soleiðis avstað.? Vælvild: ?Men kom eingin av teimum aftan á tær at yvirtala teg at venda aftur?? Kristin: ?Jú, bæði Harðvunnin og Lagaligur; men táið teir sóu, at tað nyttaði teimum einki, fór Harðvunnin speirekandi aftur til hús, men Lagaligur fylgdist nakað við mær.? Vælvild: ?Hví fylgdist hann ikki við tær allan vegin?? Kristin: ?Vit fylgdust, inntil vit komu til Mótloysismýri. Har smokkaðu vit báðir knappliga niður, og av tí misti granni mín mótið, so hann tordi ikki at koma longur. Táið hann tí var sloppin uppúr aftur við ta síðuna av mýrini, sum vendi móti húsum hansara, segði hann við meg, at eg skuldi sleppa at eiga tað góða landið fyri honum. So fóru vit hvør sín veg, hann til hús aftan á Harðvunnum, og eg higar til portrið.? Tá segði Vælvild: ?Á tann neyðar maður! So lítið virði hevði Himmalsins dýrd honum, at hann vildi ikki vága at koma í nakrar fáar trupulleikar fyri at vinna hana!? ?Ja,? svaraði Kristin, ?soleiðis gekst Lagaligum, tað er álvara. Men táið eg skal siga sannleikan um meg sjálvan, so fært tú at síggja, at eg eri einki mætari enn hann. Tað er satt, hann vendi heimaftur til sítt egna hús; men eg fór eisini av leið og inn á deyðans veg, við tað at eg lurtaði eftir teimum holdbundnu ráðum, ið Verðsligur Vísdómur legði mær.? Vælvild: ?Á, hitti tú hann! Og hann vildi rimiligt hava teg at fara til Lógbundnan at fáa ein lætta. Teir eru báðir tveir stórir skálkar. Men lurtaði tú eftir honum?? Kristin: ?Ja; og eg fór at leita eftir Lógbundnum so langt sum eg tordi at fara. Men so sá tað út, sum fjallið, ið stendur við hús hansara, fór at falla oman yvir meg, og tí tordi eg ikki at fara longur.? Vælvild: ?Tað fjallið hevur verið mongum at bana, og tað fer at beina fyri fleiri enn. Tað var gott, tú slapst tær burtur haðani, áðrenn tað soraði teg sundur.? Kristin: ?Ja, eg veit so sanniliga ikki, hvussu hevði verið vorðið við mær har, hevði ikki til alla lukku Evangelistur komið til mín aftur, meðan eg stóð har og stúrdi fyri tí vanlukku standi, ið eg var komin í. Tað var Guds náði, sum gjørdi, at hann kom til mín aftur; tí annars hevði eg aldri komið higar. Men nú eri eg komin, soleiðis sum eg eri, tóat eg í grundini hevði uppiborið at verðið soraður undir fjallinum heldur enn at staðið her og tosað við teg. Men, o, hvør stór er ikki góðskan, ið mær er víst, at eg kortini havi fingið atgongd her!? Vælvild: ?Vit sýta ongum atgongd, hvat tey so hava gjørt, áðrenn tey komu higar. Tey verða als ikki koyrd burtur (Jóh. ), og kom tí eitt sindur við mær, Kristin góði, so skal eg siga tær vegin, ið tú skalt fara! Hygg her framman fyri teg! Sært tú handa smala vegin? Hatta er leiðin, ið tú skalt fara. Patriarkar og profetar, Kristus og ápostlar hansara hava gjørt hann, og hann er snórbeinur. Eftir hasum vegnum skalt tú fara.? ?Men,? segði Kristin, ?eru tá eingir avvegir og ongar sniðgøtur, sum ein fremmandur kann villast inn á?? Vælvild: ?Jú; nógvir aðrir vegir eru; men teir ganga niðan fyri henda, og teir eru allir breiðir og við bugum í. Tú kanst kenna tann rætta vegin frá teimum av tí, at hann er smalur og beinur? (Matt. ). Nú sá eg í dreymi mínum, at Kristin spurdi Vælvild, um hann kundi ikki sleppa honum frá byrðini, ið hann hevði á bakinum. Tí henni var hann ikki sloppin frá enn, og hann kundi heldur ikki á nakran hátt sleppa frá henni, uttan onkur hjálpti honum. Vælvild svaraði: ?Ber byrði tína í tolni, inntil tú kemur til Útloysingarstað! Har fer hon av sær sjálvari at detta av tær.? Kristin gjørdi seg nú til reiðar at halda fram leið sína. So segði Vælvild honum, at táið hann var komin nakað frá portrinum, fór hann at koma til hús Útleggjarans. Har skuldi hann banka uppá, og Útleggjarin fór tá at vísa honum mangt vakurt og dýrabart. So segði Kristin hesum vini sínum farvæl, og Vælvild bað Gud vera við honum á ferðini. Kristin gekk nú, inntil hann kom til hús Útleggjarans. Her bankaði hann fleiri ferðir uppá, og at endanum kom ein til dyrnar og spurdi, hvør hann var. Kristin: ?Eg eri ein ferðamaður. Ein, sum er kunnigur við húsbóndan her í húsinum, hevur biðið meg farið higar, tí tað fór at verða mær til gagn. Eg vildi tí fegin tosað við húsbóndan.? So fór maðurin eftir húsbóndanum, sum kom um eina løtu, og spurdi Kristin, hvat hann vildi. Kristin: ?Eg eri ein maður, sum er komin úr Undirgangsstaði, og eg eri á ferð til Zionsfjall. Maðurin, ið stendur við portrið, har sum hesin vegurin byrjar, segði mær, at fór eg higar, so fórt tú at vísa mær mangt vakurt og dýrabart, sum fór at vera mær ein hjálp á ferðini.? Tá segði Útleggjarin: ?Kom inn! Eg skal vísa tær okkurt, sum kann vera tær til gagn at síggja.? So bað hann tænara sín tendra eitt ljós og segði við Kristin, at hann skuldi koma við honum. Fyrst fór hann inn í eina stovu við honum og bað tænara sín lata eina hurð upp. Táið tænarin hevði gjørt hetta, sá Kristin myndina av einum ógvuliga álvarsomum manni hanga á bróstinum. Eygu hansara vóru lyft móti himli; í hondini hevði hann bestu bók av øllum; sannleikans lóg stóð skrivað á vørrum hansara; henda verð var aftan fyri hann; hann sá út, sum hann stóð og vitnaði fyri menniskjum, og ein krúna av gulli hekk yvir høvdi hansara. Tá segði Kristin: ?Hvat merkir henda myndin?? Útleggjarin: ?Maðurin, hvørs mynd hetta er, er ein av túsund. Hann kann gerast faðir at børnum ( Kor. ); hann føðir børn við verkjum (Gal. ), og hann kann sjálvur vera teimum ein móðir, táið tey eru fødd ( Tess. ). At tú sært hann við eygunum lyftum mót himli, við tí bestu av øllum bókum í hondini og við sannleikans lóg skrivaðari á vørrunum, tað skal vísa tær, at arbeiði hansara er at greiða syndarum frá tí, sum er torført at skilja. Tí sær hann eisini út, sum hann hevði staðið og vitnað fyri menniskjum. Harnæst sært tú, at heimurin er kastaður aftur um hann, og at ein krúna hongur uppi yvir høvdi hansara. Tað vísir tær, at kærleikin, ið hann hevur til tænastuna fyri Harra sín, fær hann at vanvirða tað, ið nú er, og tí er hann vísur at fáa dýrd í løn í hinum heiminum, sum kemur. Henda mynd,? segði Útleggjarin, ?havi eg nú víst tær fyrst av øllum; tí maðurin, sum henda myndin er av, er tann einasti, sum frá Harranum yvir Staðnum, ið tú ætlar tær til, hevur fingið vald at leiða teg um allar tær torføru leiðir, ið tú fert at koma til á vegnum. Ansa tí væl eftir tí, ið eg havi víst tær, og minst væl til tað, ið tú hevur sæð, táið tú á ferð tíni møtir teimum, sum látast at leiða teg beint, men hvørs vegir ganga niður í deyðan!? So tók hann í hondina á honum og leiddi hann inn í ein ógvuliga stóran sal, sum var fullur av dusti, við tað at har aldri varð sópað. Táið teir høvdu staðið eina løtu og hugt rundan um seg, rópti Útleggjarin ein mann og bað hann fara og sópa. Hann hevði ikki meir enn byrjað, tá fyltist øll luftin so av dustinum, sum feyk upp, at Kristin mundi kódnað. Tá segði Útleggjarin við eina gentu, sum stóð har: ?Kom við vatni og slett á gólvið!? Táið hon hetta hevði gjørt, bar væl til at sópa og gera reint í salinum. Tá segði Kristin: ?Hvat hevur hetta at týða?? Útleggjarin svaraði: ?Hesin salur er eitt menniskjahjarta, sum aldri er blivið halgað við søtu náði evangeliums. Dustið er arvasyndin og tann innvortis spillan, sum hevur gjørt menniskjað óreint, alt sum tað er. Hann, sum fyrst fór at sópa, er lógin; men hon, sum kom við vatninum og sletti tað, er evangeliið. Nú sást tú, at so skjótt sum tann fyrsti fór at sópa, fór alt dustið at fúka um, og ikki bar til at gera reint á tann hátt; tú mundi sjálvur kódnað av dustinum. Hetta vísir tær, at lógin, í staðin fyri at reinsa hjartað frá syndini, vekur syndina til lívs, gevur henni kraft og ger hana stóra (Róm. Kor. Róm. ). Hetta virkar lógin, júst í tí hon opinberar syndina og forbýður hana; tí hon gevur onga kraft at sigra yvir henni. So sást tú, hvussu gentan sletti vatn á gólvið, og tá bar væl til at gera salin reinan. Hetta skal vísa tær, at táið evangeliið kemur inn í hjartað við síni søtu og undurfullu ávirkan tá, sigi eg, eins og gentan legði dustið stilt við vatninum, soleiðis verður við trúgv á evangeliið syndin yvirvunnin og kúgað og sálin reinsað, so at hon verður hóskandi hjá Dýrdarkongi at búgva í? (Jóh. Róm. Jóh. Ef. Áp. ). So sá eg í dreymi mínum, at Útleggjarin tók í hond hansara og leiddi hann inn í eitt lítið kamar, har tvey smá børn sótu hvørt á sínum stóli. Tað eldra æt Bræði, tað yngra Tol. Bræði sá út til at vera ógvuliga illa hýrdur, men Tol var sera friðarligur. Tá spurdi Kristin: ?Hví er Bræði so illur í sær?? Útleggjarin svaraði: ?Formyndari teirra vil hava hann at bíða til næsta ár eftir teimum bestu gávunum; men hann vil hava alt við tað sama. Tol er harafturímóti nøgdur við at bíða.? Nú sá eg, at eitt kom við einum posa fullum av dýrum gripum og stoytti burtur úr honum fyri føturnar á Bræði. Hann tók teir við tað sama upp og var ógvuliga fegin uppi yvir teimum, og hann flenti at Toli og helt hann fyri spott. Men eg sá, at skjótt hevði hann spilt alt burtur og hevði einki eftir uttan spjarrar. Tá segði Kristin við Útleggjaran: ?Greið mær gjøllari frá hesum!? Útleggjarin: ?Hesi bæði børnini eru at skilja myndarliga. Bræði vil hava alt nú, í hesum árinum; so eru børnini av hesum heimi, tey vilja hava alt sítt góða nú; tey kunnu ikki steðga til næsta ár, tað vil siga til hin heimin, við at fáa sín lut av góðum. Orðtakið ?hond er, ið hevur?, valdar hjarta teirra meir enn alt tað, ið Gud vitnar um tað góða í hinum heiminum, sum kemur. Men líkasum tú sást, at hann skjótt spilti alt burtur og so einki hevði eftir uttan spjarrar, soleiðis fer at gangast øllum slíkum menniskjum, táið hesin heimur einki meir hevur at geva teimum.? Tá segði Kristin: ?Nú síggi eg, at Tol er tann vísari av teimum, og tað upp á fleiri mátar. Fyri tað fyrsta, tí hann bíðar eftir tí besta. Fyri tað annað, tí hann fer at eiga dýrd, táið hin einki eigur eftir uttan spjarrar.? Útleggjarin: ?Ja; og tú kanst leggja aftrat: Dýrdin í heiminum, sum kemur, fær ongan enda; men gleðin, ið hesin heimur gevur, er skjótt liðug. Tí hevur Bræði ikki so nógva grund at flenna at Toli, sum Tol hevur at flenna at Bræði; tí Bræði fekk sítt góða fyrst, men Tol eigur sítt til endan; og tað fyrra má víkja fyri tí seinna, men tað seinna víkir fyri ongum, tí einki kemur aftan á tað. Tann, ið fær lut sín fyrr, kemur fyrr ella seinni at brúka hann upp; men tann, ið fær lut sín til endan, kemur at eiga hann í allar ævir. Tí varð sagt við ríka mann: ?Tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist? (Luk. ). Kristin: ?Tá skilji eg, at best er ikki at tráa eftir tí, sum nú er, men at bíða eftir tí, sum kemur.? Útleggjarin: ?Tað hevur tú rætt í; tí tað sjónliga er tímiligt, men tað ósjónliga er ævigt ( Kor. ). Men tóat hetta er so, eru tó okkara holdbundnu lystir og tað, sum nú er, grannar, sum búgva so nær saman, at teir lættliga verða góðir vinmenn; har aftur ímóti eru okkara holdbundna sinni og tað æviga so fremmand hvørt fyri øðrum, at tey aldri vilja hava nakað við hvørt annað at gera.? Uppaftur sá eg í dreymi mínum, at Útleggjarin tók í hondina á Kristini og leiddi hann til eitt stað, har ein eldur brendi upp eftir einum múri, og ein stóð og stoytti vatn í eldin alla tíðina fyri at sløkkja hann. Kortini vaks eldurin í hvørjum, og logarnir stigu hægri upp. ?Hvat hevur hetta at týða?? spurdi Kristin. Útleggjarin svaraði: ?Hesin eldur er náðiverkið, sum verður gjørt í hjartanum. Hann, sum stoytir vatn í eldin fyri at køva og sløkkja hann, er Djevulin; men nú skal eg vísa tær grundina til, at eldurin kortini logar harðari, og hitin verður sterkari.? So fór hann við Kristini aftur um múrin, og har sóu teir ein mann, sum hevði eitt ílat við olju í hondini. Úr tí stoytti hann alla tíðina olju í eldin, men loyniliga. Tá segði Kristin: ?Hvat hevur hetta at týða?? Útleggjarin svaraði: ?Hetta er Kristus, sum við náðiolju síni heldur á at nøra um verkið, sum hann sjálvur hevur íbirt í hjartanum. Soleiðis verður fólk hansara standandi í náðini, hvussu mong álop Djevulin so ger á tey. At maðurin stendur aftan fyri múrin, kann læra teg tað, at torført er hjá tí freistaða at síggja, hvussu náðiverkið í sálini verður uppihildið og nørt.? Eg sá nú, at Útleggjarin tók í hond hansara og fór við honum til eitt vakurt stað, har ein prúð borg var bygd, stásilig at síggja. Henda sjón gjørdi Kristin ógvuliga glaðan. Uppi á takinum á borgini sá hann fólk ganga, latin í klæði av gulli. Tá spurdi Kristin: ?Kunnu vit fara inn hagar?? Útleggjarin fór tá við honum niðan at durunum á borgini, og har stóð ein mongd av fólki, sum eisini fegin vildu sleppa inn, men ikki tordu. Stutt frá durunum sat ein maður við eitt borð; hann hevði eina bók og penn og blekk og skuldi skriva nøvnini upp á teimum, sum fóru inn. Kristin sá eisini, at í durunum stóðu nógvir vápnaðir menn til reiðar at gera teimum, sum royndu at sleppa inn, alt tað mein og allan tann skaða, ið teir kundu. Av hesum varð Kristin ógvuliga bilsin. Meðan nú øll hildu undan av ótta fyri teimum vápnaðu monnunum, sá Kristin, at ein maður við ógvuliga djørvum andliti kom yvir til hansara, sum skriva skuldi, og segði við hann: ?Skriva navn mítt upp!? Og táið hetta var gjørt, dró maðurin svørð sítt, setti ein hjálm á høvdið og helt á teir vápnaðu menninar í durunum. Teir hildu ímóti honum av øllum alvi, men hann var alt annað enn ræddur; hann høgdi rundan um seg og eirdi ikki. Táið hann tí hevði givið og fingið mong sár, høgdi hann seg at endanum ígjøgnum og trongdi seg inn í borgina. Tá hoyrdist gleðisongur frá teimum, ið inni vóru, og frá teimum, ið uppi á takinum gingu: ?Kom inn, kom inn, kom og ævigan heiður vinn!? Hann fór tá inn og fekk nú eisini sovorðin klæði sum øll hini. Tá smíltist Kristin og segði: ?Eg haldi, eg veit, hvat hetta hevur at týða.? So segði hann: ?Lat meg nú fara hiðani!? ?Nei, steðga,? segði Útleggjarin, ?inntil eg havi víst tær nakað enn! So kanst tú fara avstað.? Hann tók nú aftur í hond hansara og leiddi hann inn í eina myrka stovu, har ein maður sat í einum jarnbúri. Hann sá ógvuliga sorgarbundin út; hann sat og helt saman hendur og stardi niður í gólvið og suffaði, sum hjartað hevði brostið í honum. Tá segði Kristin: ?Hvat hevur hetta at týða?? Útleggjarin bað hann sjálvan tosa við mannin. Kristin segði tá við mannin: ?Hvat ert tú fyri ein maður?? Maðurin svaraði: ?Eg havi ikki altíð verið tað, ið eg eri nú.? Kristin: ?Ja, men hvat ert tú nú?? Maðurin: ?Einaferð var eg ein, sum vitnaði um Harran fríður og blómandi, bæði í mínum egnu eygum og í eygunum á øðrum (Luk. ). Einaferð hugsaði eg, at eg hóskaði væl til hin himmalska Staðin, ja, eg gleddi meg eisini til at koma hagar.? Kristin: ?Ja, men hvat ert tú tá nú?? Maðurin: ?Nú eri eg ein vónleysur maður; eg eri innistongdur í vónloysi sum í hesum jarnbúrinum; eg sleppi ikki út aftur, nei, nú sleppi eg ikki út aftur.? Kristin: ?Men hvussu bar tað til, at tær kom at vita so við?? Maðurin: ?Eg helt meg ikki vakjandi og edrúan; eg læt lystir mínar fáa vald á mær; eg syndaði móti orðsins ljósi og Guds góðsku; eg voldi Andanum sorg, og hann er farin frá mær; eg freistaði Djevulin, og hann kom til mín; eg eggjaði Guds vreiði, og hann er farin frá mær; eg havi hert hjarta mítt og fái ikki vent við aftur.? Kristin segði nú við Útleggjaran: ?Men er eingin vón fyri einum slíkum manni sum hesum?? ?Spyr hann!? svaraði Útleggjarin. So segði Kristin við mannin: ?Er eingin vón um, at tú kanst sleppa út úr vónloysinum, ið heldur tær eins og hetta jarnbúrið?? Maðurin: ?Nei, eingin vón fyri mær!? Kristin: ?Ja, men Guds sonur er fullur av miskunn.? Maðurin: ?Eg havi krossfest hann av nýggjum (Heb. ); eg havi vanvirt persón hansara (Luk. ) og rættvísi hansara; eg havi roknað blóð hansara fyri at vera vanheilagt; eg havi háðað Náðiandan (Heb. ). Tí havi eg stongt meg sjálvan úti frá øllum lyftum, og mær bíðar einki uttan hóttanir, ræðuligar hóttanir um ein dóm, sum eg ikki fái flýtt undan, og ein brennandi vreiði, sum skal gera enda á teimum, sum standa ímóti? (Heb. ). Kristin: ?Fyri hvat førdi tú teg sjálvan í hesa støðu?? Maðurin: ?.Fyri gleðina, stuttleikan og vinningin, ið hesin heimur gevur; eg væntaði mær tá nógva gleði av øllum tí. Men nú pínir og gnagar alt hetta meg sum ein brennandi ormur.? Kristin: ?Kanst tú tá ikki angra og venda við?? Maðurin: ?Gud hevur sýtt mær umvending. Orð hansara gevur mær ikki mót at trúgva, ja, hann hevur sjálvur stongt meg inni í hesum jarnbúri, og øll menniskju í heiminum eru ikki ment at fáa meg út. Á, ævin, ævin! Hvussu skal eg møta vanlukkuni, ið kemur yvir meg í allar ævir!? Útleggjarin segði nú við Kristin: ?Hav altíð í huga vanlukkuna, ið komin er á henda mann, og lat tað allar dagar vera tær eina ávaring!? ?Ja,? segði Kristin, ?hetta er ræðuligt! Gud hjálpi mær at vakja og vera edrúur, so eg kann komast undan øllum tí, ið hevur ført hesa vanlukku yvir hann! Er nú ikki best hjá mær at fara avstað?? Útleggjarin: ?Bíða, inntil eg havi víst tær eitt aftrat! So skalt tú halda fram ferð tína.? Aftur tók hann í hondina á Kristini og leiddi hann inn í eitt kamar. Har fór ein maður júst upp, og meðan hann læt seg í klæðini, pipraði og skalv hann. Tá segði Kristin: ?Hví piprar hesin maður so?? Útleggjarin bað hann siga Kristini, hvat grundin var. Maðurin fór tá at siga frá: ?Í nátt, meðan eg svav, droymdi eg, at luftin gjørdist ovurhonds dimm, og tað var so ræðuligur torusláttur, og snarljós gingu, so eg varð deyðræddur. Skýdrátturin var óvanliga skjótur, og so hoyrdi eg, at blást varð hart í eina basún ( Kor. Tess. Jud. Jóh. Tess. Op. ), og eg sá ein mann sita á einum skýggi, og Himmalsins herskarar vóru rundan um hann. Teir stóðu allir í logandi eldi, og allur himmalin logaði eisini í eldi. Eg hoyrdi eina rødd, sum segði: ?Standið upp, tit deyðu, og komið til dómin!? Tá skrædnaðu klettarnir, gravirnar opnaðust, og tey deyðu, sum í teimum vóru, komu upp (Es. Sálm. ). Summi vóru ógvuliga glað og fegin og hugdu uppeftir; summi royndu at krógva seg undir fjøllunum (Dán. ). Nú sá eg mannin, sum á skýnum sat, lata upp bókina og biðja allan heimin koma fram fyri seg. Tó gjørdi ein geisandi logi, sum gekk út frá honum, at tey komu ikki tætt til hansara, soleiðis sum fyri rættinum tann klagaði ikki kemur tætt til dómaran (Dán. ). Eg hoyrdi eisini, at hann, sum á skýnum sat, segði við teir, ið rundan urn hann vóru: ?Sankið illgrasið, dumbuna og hálmin saman, og kastið tað í eldsjógvin!? (Matt. Mal. ). Ein botnleys avgrund opnaðist tá fyri fótum mínum; upp úr henni kom ógvuligur roykur, nógvir brandar fuku upp, og óljóðið var øgiligt. Eisini varð sagt við teir: ?Savnið hveitina inn í løðu mína!? (Luk. ). So sá eg mong verða rykt upp og førd burtur í skýggjunum ( Tess. ), men eg varð eftir. Eg royndi eisini at krógva meg, men fekk ikki fyri honum, sum á skýnum sat, tí hann hugdi alla tíðina upp á meg. Syndir mínar komu eisini fram fyri meg, og samvitska mín klagaði meg í øllum lutum. Tá vaknaði eg.? ?Men hví vart tú so ræddur av hesi sjón?? spurdi Kristin. Maðurin: ?O, eg hugsaði, at dómadagur var komin, og eg var ikki til reiðar! Men tað, ið mesta angist loypti á meg, var, at einglarnir tóku mong upp og lótu meg vera eftir, og so eisini tað, at Helvitis avgrund opnaði seg beint fyri fótum mínum. Hartil kom, at samvitska mín gnagaði meg, og at tað sá út fyri mær, sum dómarin alla tíðina hugdi á meg við vreiðum eygnabrái.? ?Hevur tú nú hugsað gjølla um alt hetta?? spurdi Útleggjarin Kristin. Kristin: ?Ja; og tað hevur fylt meg við vón og ótta.? Útleggjarin: ?Tað er gott. Goym so alt hetta í hjarta tínum, so tað kann vera sum píkar, ið prika teg í síðuna og reka teg fram eftir leiðini, ið tú eigur at ganga!? So bant Kristin upp um lendar sínar og gjørdi seg lidnan at halda fram ferð sína. Táið teir skiltust, segði Útleggjarin við hann: ?Troystarin veri altíð við tær, Kristin góði, og fylgi tær á leiðini, ið gongur til hin himmalska Staðin!? So fór Kristin avstað, syngjandi: ?Mangt sjáldsamt og mangt gagnligt víst mær er og mangt, sum meg á vegnum varnan ger og drívur fram meg á tí trongu leið; lat meg tí minnast tað og gloyma ei tann mann, ið trúgvur hetta vísti mær! so tøkk, Útleggjarin, eg beri tær.? Nú sá eg í dreyminum, at landavegurin, ið Kristin skuldi ferðast eftir, hevði báðumegin ein múr, sum æt Frelsa. Niðan henda veg skundaði Kristin sær nú við byrðini; men strevisliga gekk hjá honum, við tað at hann hevði so tungt á bakinum. Hann rann soleiðis, inntil hann kom at eini hædd; á henni stóð ein krossur, og niðari, tætt undir hæddini, var ein grøv. Eg sá tá í dreyminum, at júst sum Kristin var vunnin niðan at krossinum, loysnaði byrðin av herðum hansara, datt av bakinum á honum og fór á rull; hon stiklaði, inntil hon kom at grøvini; so datt hon í hana, og eg sá hana ikki aftur. Tá varð Kristin glaður og fróur og segði við løttum hjarta: ?Við sorg síni hevur hann givið mær hvílu, og við deyða sínum lív!? Hann stóð nú eina løtu og hugdi og undraðist; tí hann var ógvuliga bilsin, at hann soleiðis slapp frá byrðini við at síggja krossin. Hann hugdi tí og bleiv við at hyggja, inntil tárakeldurnar í honum lótu vatn streyma niður eftir kinnum hansara (Zak. ). Sum hann nú stóð og hugdi og græt, sá eg tríggjar Skínandi koma til hansara, sum heilsaðu honum við hesum orðum: ?Friður veri við tær!? So segði tann fyrsti við hann: ?Syndir tínar eru tær fyrigivnar? (Mark. ). Tann annar læt hann úr spjørrunum og klæddi hann í nýggjan búna (Zak. ). Tann triði setti honum eitt merki í pannuna og gav honum eina innsiglaða bókrullu, sum hann bað hann lesa í á ferðini og lata frá sær við himmalportrið. So fóru teir avstað. Nú gjørdi Kristin trý lop av gleði og fór aftur til gongu, syngjandi: ?Heilt higartil av synd eg tyngdur var, fann ongan lætta í tí sorg, eg bar fyrrenn eg higar kom. Á, hetta stað! O, byrjaði mín sæla her í dag? Slapp her eg frá tí byrði, á mær lá? Brast hvørt eitt band, so leysur eg kann stá? Á krossur, grøv! Ja, tykkum signi eg, men meir tann mann, sum doyði fyri meg.? Eg sá nú í dreyminum, at hann helt á at ganga, til hann var komin oman av hæddini. Har sá hann eitt sindur øðrumegin vegin tríggjar menn liggja í fasta svøvni við leinkjum um føturnar; ein teirra æt Býttlingur, ein Leti, og ein Erpin. Táið Kristin sá teir liggja har so staddar, fór hann til teirra at vita, um hann fekk ikki vakt teir. Hann rópti: ?Tit eru líkir teimum, ið sova í mastrartoppinum (Orðt. ); tí Deyðahav er undir tykkum, ein botnleys avgrund. Vaknið tí og komið avstað! Gevið mær eisini loyvi at hjálpa tykkum at fáa leinkjurnar av tykkum!? Hann segði teimum eisini, at kom hann framvið, sum gongur um sum ein brølandi leyva ( Pæt. ), so vóru teir vissir at verða skræddir sundur av tonnum hansara. Við hetta hugdu teir upp á hann og svaraðu honum soleiðis: Býttlingur svaraði: ?Eg síggi ongan vanda!? Leti segði: ?sova eitt sindur enn!? Erpin segði: ?Hvørt ílat má standa á sínum egna botni.? So løgdu teir seg niður aftur at sova, og Kristin fór leið sína. Kortini var hann harmur at hugsa um, at menn í slíkum vanda skuldu so lítið leggja í góðsku hansara, sum so villiga beyð sær at hjálpa teimum, hann, sum, bæði vakti teir, legði teimum ráð og vildi hjálpa teimum at sleppa úr leinkjunum. Sum hann nú gekk og var harmur um hetta, rakti hann við tveir menn, sum kluvu upp um múrin vinstrumegin tann smala vegin og komu við ferð yvir til hansara. Annar teirra æt Siðakristin, og annar Hyklari. Teir komu, sum sagt, yvir til hansara, og hann gav seg í hesa samtalu við teir. Kristin: ?Hvaðani koma tit, góðir menn, og hvar ætla tit tykkum?? Siðakristin og Hyklari: ?Vit eru ættaðir úr landinum Tómari Æru og ætla okkum til Zionsfjall at verða navngitnir.? Kristin: ?Hví komu tit ikki inn um portrið, ið stendur, har sum vegurin byrjar? Vita tit ikki, at skrivað stendur: ?Tann, sum ikki fer um dyrnar inn í seyðahúsið, men klívur uppum aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður?? (Jóh. ). Teir svaraðu: ?Allir í landi okkara halda tað vera alt ov langan veg at ganga, at fara til tað portrið fyri at sleppa inn; tí er tað almennur siður hjá okkum at stytta um leiðina við at klúgva upp um múrin, soleiðis sum vit gjørdu.? Kristin: ?Men verður tað ikki roknað fyri misbrot móti Harranum í landinum, sum vit ætla okkum til, soleiðis at gera beint tvørtur ímóti tí, sum hann hevur opinberað sum vilja sín?? Siðakristin og Hyklari: ?Hesum viðvíkjandi nýtist tær ikki at brýggja høvur títt; tí tað, ið vit gjørdu, er siður at gera, og um tað nýttist, kundu vit fingið vitni uppá, at tað hevur verið siður í meir enn túsund ár.? Kristin: ?Men kann hesin siður forsvarast fyri lógini?? Siðakristin og Hyklari: ?Við tað at hesin siður hevur verið brúktur í meir enn túsund ár, er einki at ivast í, at ein dómari, sum ongan mannamun gjørdi, hevði dømt hann forsvarligan fyri lógini. Og fyri alt tað koma vit inn á vegin, hvat liggur so á, hvørja leið vit komu á hann! Eru vit á vegnum, so eru vit á honum. Tú komst inn um portrið tað halda vit, tú mundi koma og tú ert á vegnum og hvørki meir ella minni; og vit, sum kluvu upp um múrin, vit eru á vegnum við; í hvørjum ert tú nú betur staddur enn vit!? Kristin: ?Eg gangi eftir forskriftum Harra míns; tit ganga eftir tykkara egna fávitskuta sinni. Harrin, sum vegin eigur, hann roknar tykkum longu fyri tjóvar, og tí fái eg illa trúð, at tit við endan á vegnum verða funnir at vera av sannleika. Tit komu á vegin eftir tykkara egna tykki og vórðu ikki leiðbeindir av honum, og sum tit eru, skulu tit eisini fara av aftur vegnum, uttan miskunn hansara.? Til hetta svaraðu teir ikki mikið; teir bóðu hann bert síggja til sín sjálvs. Síðani sá eg, at teir hildu fram hvør fyri seg og tosaðu ikki stórt saman. Bert søgdu hesir báðir við Kristin, at viðvíkjandi lógum og forskriftum, so ivaðust teir ikki um, at teir skuldu halda tær líka trúliga sum hann. ?Vit duga ikki at síggja,? søgdu teir, í hvørjum tú ert øðrvísi enn vit, uttan at tú ert í einum kappa, sum onkur granni tín man hava givið tær, so tú skuldi ikki ganga sum ein skomm nakin.? Kristin: ?Lógir og forskriftir frelsa tykkum ikki (Gal. ), við tað at tit komu ikki inn um dyrnar. Og henda kappan, sum eg eri í, hann havi eg fingið frá Harranum yvir Staðnum, sum eg fari til, og hann er, sum tit søgdu, at klæða meg við, so eg gangi ikki nakin. Og eg taki tað fyri eitt tekin uppá, at hann er góður við meg; tí fyrr átti eg einki uttan spjarrar. Eisini er hetta mær ein troyst, meðan eg gangi; vissuliga hugsi eg táið eg komi at portrinum á Staðnum, fer Harrin har at kennast við meg, við tað at eg eri í kappa hansara, kappanum, sum hann av fríum vilja gav mær, tann dagin hann læt meg úr spjørrum mínum. Harumframt havi eg eitt merki í pannuni, sum tit kanska ikki hava ansað eftir, men sum ein hjálparmaður Harra míns, ein, sum stendur honum næstur, setti har, tann dagin byrðin fall av herðum mínum. Eg skal lata tykkum vita tað aftrat, at tá varð mær givin ein innsiglað bókrulla, sum eg skuldi fáa troyst av at lesa í á ferðini; mær varð eisini sagt, at eg skal lata hana frá mær við himmalportrið sum tekin uppá, at mær tá ikki skal verða sýtt atgongd; alt hetta fattast tykkum, hugsi eg, og tykkum fattast tað, tí tit komu ikki inn um portrið.? Teir svaraðu einki til hetta; teir bert hugdu hvør upp á annan og flentu. So sá eg, at teir hildu ferðina fram allir; men Kristin gekk fyrstur. Hann tosaði nú bert fyri seg sjálvan, stundum suffandi og stundum glaður; eisini las hann ofta í bókrulluni, sum ein av hinum Skínandi hevði givið honum, og hann varð nógv styrktur av hesum. Eg sá nú, at teir gingu allir, inntil teir komu niðan undir Torføra Fjall. Niðanvert við tað var ein kelda. Umframt vegin, sum gekk beinleiðis frá portrinum, vóru har eisini tveir aðrir vegir uppi undir fjallinum; annar gekk til vinstru, og annar til høgru; men tann smali vegurin gekk beint niðan á fjallið, og hesin vegur, sum gekk beint niðan eftir, æt Torføri Vegur. Kristin fór yvir at kelduni og drakk úr henni fyri at styrkja seg (Es. ), og so fór hann til gongu niðan á fjallið, syngjandi: ?Er fjallið høgt, tó niðan haldi eg og óttist ikki henda bratta veg; tí eitt eg síggi: Her er lívsins leið; hav mót tí, sál mín, ræðst ei, troyttast ei! Um tungt, tó betri er at ganga beint enn lættan veg og iðra seg ov seint!? Hinir báðir komu niðan undir fjallið við; men táið teir sóu, at fjallið var bratt og høgt, og at tveir aðrir vegir vóru at fara, so gjørdu teir av at velja hesar vegir, við tað at teir hugsaðu, at hesir báðir vegirnir og tann, ið Kristin tók at ganga eftir, mundu allir fara at koma saman aftur hinumegin fjallið. Annar hin vegurin æt Vandi, og annar Undirgangur. Nú tók annar maðurin at ganga eftir vegnum sum æt Vandi; men hesin vegur leiddi hann inn í ein stóran skóg. Hin fór við tað sama til gongu eftir vegnum, sum æt Undirgangur; men tann vegurin leiddi henn inn í eitt stórt land, fult av myrkum fjøllum, og har snávaði hann og datt og kom ikki aftur á føtur. Eg hugdi tá eftir Kristini at síggja, hvussu honum gekst niðan á fjallið, og eg sá, at hann gavst at renna og fór at ganga, og seinni gekk hann ikki heldur, men klintraðist á øllum fýra; so bratt var har. Um hálvvegin niðan á fjallið stóð eitt hugnaligt leyvhús, sum hann, ið fjallið átti, hevði gjørt til troyttar ferðamenn at hvíla seg í. Hagar fór tí nú Kristin, og hann settist eisini har at hvíla; so tók hann bókrullu sína úr barminum og las í henni fyri at ugga seg; hann fór eisini uppaftur at hyggja at kappanum ella klædninginum, ið honum varð givin, táið hann stóð við krossin. Táið hann soleiðis hevði gjørt sær tað hugnaligt eina løtu, kom til endan tyngd á hann, og útfallið varð, at hann sat í fasta svøvni og bleiv við at sova líka til seint um kvøldið. Í svøvni misti hann bókrulluna úr hondini. Sum hann nú sat og svav, kom ein til hansara og vakti hann við hesum orðum: ?Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!? (Orðt. ). Av hesum leyp Kristin alt í einum á føtur og helt avstað aftur, og nú gekk hann hart, líka inntil hann kom niðan á fjalstindin. Táið hann tá var komin niðan hagar, komu tveir menn ímóti honum, rennandi alt tað, ið teir vóru mentir; annar teirra æt Ræddur og annar Mistrúgv. Við teir segði Kristin: ?Hvussu veit við, góðir menn? Tit renna jú øvutan veg!? Ræddur svaraði, at teir vóru á ferð til Zionsstað og vóru komnir niðan hesa torføru leið; ?men,? segði hann, ?tess longri vit koma, tess størri vandi hóttir á leið okkara, og tí hava vit vent við og fara nú heimaftur.? ?Ja,? segði Mistrúgv, ?tí bert eitt lítið stykki hiðani liggja tvær leyvur við vegin; um tær sova ella vakja, vita vit ikki; men vit dugdu ikki at hugsa okkum annað, enn at komu vit so nær, fóru tær við tað sama at skræða okkum sundur? Tá segði Kristin: ?Tit loypa ræðslu á meg; men hvar skal eg flýggja fyri at verða tryggur! Fari eg aftur til mítt egna land, sum eldur og svávul skal gera enda á, so gangi eg til grundar har; men kann eg náa fram til hin Himmalska Staðin, so veit eg vist, at har verði eg tryggur. Eg má vága tað! At venda aftur er tann vissi deyði; haldi eg fram, so kann tað víst eisini verða deyði mín, men so er ævigt lív aftaná. Eg haldi fram!? Mistrúgv og Ræddur fóru nú rennandi oman eftir fjallinum, og Kristin helt fram leið sína. Men við tað at hann aftur fór at hugsa um tað, ið hesir menn høvdu sagt honum, treiv hann í barmin eftir bókrulluni og ætlaði at lesa í henni fyri at fáa troyst; men hann trilvaði og fann hana ikki. Nú stóð illa til hjá Kristini, og hann visti ikki, hvat hann skuldi gera; tí nú hevði hann ikki tað, sum hann var vanur at verða lívgaður av, og sum hann skuldi nýta sum pass við himmalportrið. Tí kom nú ein ógvuligur ekki á hann, og hann visti sær eingi ráð; at endanum kom honum tó í hug, at hann hevði sovið í leyvhúsinum við vegin niðan á fjallið. Tá legði hann seg á knæ og bað Gud fyrigeva sær hesa dáragerð, og so vendi hann aftur at leita eftir bókrulluni. Men hvør er førur fyri at siga frá, hvussu tungur Kristin var um hjartað allan vegin omanaftur! Við hvørt suffaði hann, og við hvørt græt hann, og mangt dømandi orðið segði hann við seg sjálvan, at hann hevði verið slíkur dári at sovna í hesum húsi, sum bert var gjørt at taka sær eina lítla hvíld, hann, ið móður var. Soleiðis gekk hann tá omanaftur og hugdi væl báðumegin vegin, alla tíðina meðan hann gekk, at vita, um ikki skuldi borið á, at hann fann rulluna, sum so mangan hevði verið honum til troyst á ferðini. Hann helt á at ganga, inntil hann sá leyvhúsið, har sum hann hevði sitið og sovið; men táið hann fekk húsið at síggja, gjørdist hann enn tyngri um hjartað; tí hetta minti hann uppaftur av nýggjum á, hvussu illa hann hevði borið seg at at sovna. Hann gekk tí nú og gramdi seg um syndafulla svøvn sín og segði: ?Á, vanlukkudýr mítt, sum settist at sova mítt í trupulleika! At eg kortini skuldi lata holdið fáa slíkt vald á mær, at eg brúkti hetta stað til at veita kroppinum lætta hetta stað, sum hann, ið fjallið eigur, bert hevur gjørt til at lívga sálirnar í pílagrímum! Hvussu langan veg havi eg nú ikki gingið til einkis eins og tað var við Ísrael, ið fyri synd sína varð koyrt leiðina aftur at Reyðahavi! Og nú havi eg verið noyddur at ganga sorgarbundin leiðina, ið eg kundi gingið glaður, hevði eg ikki sovið henda syndafulla svøvn! Hvussu langt á leið kundi eg ikki verið komin alla hesa tíð! Nú varð eg noyddur at ganga henda veg tríggjar ferðir, sum ikki hevði verið neyðugt at gingið meir enn eina ferð hjá mær, ja, og nú er ikki annað at vænta, enn at eg fái nátt á meg; tí dagurin er nærum at enda. O, hevði eg ikki sovið!? Nú var hann komin aftur at leyvhúsinum, og har settist hann eina løtu at gráta; men til endan so stýrdi Gud tí sum hann sorgarfullur hugdi inn undir beinkin, rakti hann við rulluna, og hann skundaði sær skelvandi at taka hana upp og goyma hana í barminum. Hvør man nú kunna siga frá, hvussu glaður hesin maður var, táið hann hevði fingið rulluna aftur! Tað var jú henda rulla, ið borgaði fyri lívi hansara, og at hann skuldi sleppa í havnina, sum hann tráaði eftir at koma í. Hann goymdi hana tí í barminum og takkaði Gudi, sum hevði leitt eygu hansara, hagar sum hon lá. Glaður og við tárum helt hann nú ferð sína fram. Og sum hann gekk lættur restina av vegnum niðan á fjalstindin! Áðrenn hann var komin allan vegin niðan, gekk sólin kortini undir, og hetta fekk Kristin aftur at minnast, hvussu stórur dári hann hevði verið at sova, og hann fór nú uppaftur at gremja seg um seg sjálvan: ?Á, tú syndafulli svøvnur! Tú vart skuldin í, at eg nú fái nátt á meg á ferðini. Nú noyðist eg at sakna sólina, meðan eg gangi; myrkur fjalir stigini, ið fótur mín stígur, og eg noyðist at hoyra ljóðið frá skapningum, ið vena seg og alt voldi syndafulli svøvnur mín!? Honum kom nú eisini í hug tað, ið Mistrúgv og Ræddur høvdu sagt honum um leyvurnar, sum teir høvdu sæð, og hvussu henda sjón hevði loypt ræðslu á teir. Tá segði Kristin aftur fyri seg sjálvan: ?Tað er um náttina, hesi dýr reika um eftir býti, og møti eg nú teimum í myrkrinum, hvussu skal eg tá verða bjargaður undan teimum! Hvussu skal eg sleppa, so tey skræða meg ikki sundur!? Soleiðis gekk hann nú leið sína; men sum hann gekk har og gramdi seg um vanlukkuliga mistak sítt, var honum hyggjandi upp, og tá sá hann framman fyri seg eina ógvuliga prúða borg, sum æt Vakurleiki; hon stóð tætt øðrumegin landavegin. Eg sá nú í dreyminum, at hann tók at ganga hart fyri um gjørligt at sleppa at gista har. Men áðrenn hann hevði gingið langt, kom hann inn á eina ógvuliga smala gøtu einar tvær snørislongdir frá húsi portarans, og sum hann nú hugdi ógvuliga væl rundan um seg, meðan hann gekk, rakti hann við tvær leyvur við vegin. Hann hugsaði tá: ?Nú skilji eg vandan, sum noyddi Mistrúgv og Ræddan at venda aftur!? Leyvurnar vóru tjóðraðar, men hann sá ikki leinkjurnar. Tá ræddist hann og ivaðist í sjálvur at venda aftur sum teir; tí hann hugsaði ikki annað, enn at deyðin var honum vísur, fór hann longri. Men portarin, sum æt Árvakin, sá í húsi sínum, at Kristin steðgaði á, sum ætlaði hann at venda aftur, og hann rópti til hansara hesi orð: ?Hví ert tú so ræddur! (Mark. ). Ræðst ikki leyvurnar! Tær eru tjóðraðar, og tær eru settar har at royna trúnna hjá honum, ið trúgv hevur, og lata síggjast, at summir onga trúgv hava. Halt teg mitt á gøtuni, so skal einki saka teg!? Nú sá eg hann halda fram, piprandi av ótta fyri leyvunum men við tað at hann ansaði væl eftir at gera, sum portarin hevði sagt honum, hoyrdi hann tær víst brøla, men tær gjørdu honum einki. Tá klappaði hann saman hendur av gleði og gekk longur, inntil hann var komin tætt at portrinum, har portarin var. Kristin segði nú við portaran: ?Tú, hvørji eru hesi húsini? Man bera til at hýsa mær her í nátt?? Portarin svaraði: ?Hann, ið fjallið eigur, hevur bygt húsini her, og tey eru bygd at lívga og verja pílagrímar.? Portarin spurdi hann eisini, hvaðani hann var, og hvar hann ætlaði sær. Kristin: ?Eg komi úr Undirgangsstaði og ætli mær til Zionsfjall; men við tað at sólin er undirgingin nú, hevði eg fegin viljað gist her í nátt, um tað bar til.? Portarin: ?Hvussu eitur tú?? Kristin: ?Eg eiti Kristin nú; men fyrr æt eg Náðileysur. Eg eri ættaður frá Jafet, sum Gud segði, skuldi búgva í tjøldum Sems? ( Mós. ). Portarin: ?Men hvussu ber tað til, at tú ert so seinur? Sólin er jú undirfarin.? Kristin: ?Eg hevði verið fyrr her, hevði eg ikki, vanlukkudýr mítt, sovið í leyvhúsinum, sum stendur við vegin niðan á fjallið! Og hevði tað nú verið bert tað, so kundi eg kortini verið her nógv fyrr; men meðan eg svav, misti eg passið, og ikki fyrrenn eg var komin líka niðan á tindin, fór eg at vita, um eg hevði tað, og saknaði tað tá; so varð eg noyddur við sorgarfullum hjarta at venda aftur og fara, líka hagar sum eg hevði sovið; har fann eg passið, og nú eri eg komin higar.? Portarin: ?Gott! Eg skal rópa eina av moyggjunum í húsinum her; líkar henni tos títt, so leiðir hon teg inn, hagar sum hitt húsfólkið er, soleiðis sum siður er her í húsinum.? Árvakin, portarin, ringdi nú við eini klokku, og so skjótt sum ljóðið av henni hoyrdist, kom út úr húsinum ein álvarsom og vøkur moyggj, sum æt Umhugsin, og spurdi, hví hon varð rópt. Portarin svaraði: ?Hesin maður er á ferð úr Undirgangsstaði til Zionsfjall; men hann er móður, og nátt er komin á hann; tí spyr hann meg, um hann man fáa gist her í nátt. Eg segði við hann, at eg skuldi rópa teg; nú kanst tú tosa við hann, og so gert tú, sum tær tykir best, og eftir lógini her í húsinum.? Hon spurdi hann nú, hvaðani hann var, og hvar hann ætlaði sær, og hann segði henni hetta. Hon spurdi hann eisini, hvussu hann kom á vegin, og hann segði henni tað við. Síðani spurdi hon hann, hvat hann hevði sæð, og hvønn hann hevði hitt á vegnum. Hann greiddi henni frá hesum. Til endans spurdi hon hann, hvussu hann æt. Hann svaraði: ?Eg eiti Kristin, og eg trái so mikið tess meir eftir at gista her í nátt, sum eg hoyri. at hann, ið fjallið eigur, hevur bygt hetta hús at lívga og verja pílagrímar.? Tá smíltist hon, men tár stóðu henni í eygunum; og táið ein stutt tøgn hevði verið, segði hon: ?Eg skal rópa eini tvey ella trý onnur av húsfólkinum.? So skundaði hon sær at durunum og rópti Vit, Gudsótta og Vælvild, og táið hesar høvdu tosað eitt sindur við hann aftrat, fóru tær við honum inn til hitt húsfólkið. Mong av teimum komu ímóti honum út í húsdyrnar og søgdu: ?Kom inn, tú Harrans vælsignaði! Hetta hús bygdi hann, ið fjallið eigur, at taka ímóti slíkum pílagrímum.? Tá boygdi hann høvdið og fór inn í húsið aftan á teimum. Táið hann nú var inn komin og setstur, góvu tey honum at drekka, og so eintust tey um, at meðan bíðað varð eftir nátturða, skuldu nøkur av teimum hava eina serliga samtalu við Kristin og soleiðis nýta tíðina sum hentast. Gudsótti, Vit og Vælvild vórðu tá valdar at tosa við hann, og tær byrjaðu soleiðis. Gudsótti: ?Kom, góði Kristin! Nú hava vit víst tær ta góðsku at taka ímóti tær í húsi okkara í nátt; lat okkum nú tosa við teg um alt, ið hevur hent teg á pílagrímsferð tíni! Tað kundi kanska uppbygt okkum?. Kristin: ?Hjartans gjarna! Tað gleðir meg, at tit hava sinni til tað.? Gudsótti: ?Hvat fekk teg av fyrstum at byrja hetta pílagrímslív?? Kristin: ?Ein øgilig rødd ljóðaði mær fyri oyrunum og rak meg út av landinum, har sum eg eri føddur. Røddin segði, at tað varð mín vissi undirgangur, varð eg verandi, har sum eg var.? Gudsótti: ?Men hvussu bar tað til, at tú fórt úr landi tínum hesa leiðina?? Kristin: ?Tað gekk, sum Gud vildi. Tí meðan eg óttaðist fyri undirganginum, visti eg ikki, hvar eg skuldi fara; men tá bar so á, at sum eg pipraði og græt, kom til mín ein maður, sum eitur Evangelistur, og vísti mær leiðina til Tronga Portur, sum eg annars aldri hevði funnið á; hann leiddi meg soleiðis inn á vegin, ið førdi meg beint til húsið her.? Gudsótti: ?Men komst tú ikki fram við húsi Útleggjarans?? Kristin: ?Jú; og har sá eg slíkt, sum aldri gongur mær av huga, so leingi sum eg livi, serliga hesi trý: Hvussu Kristus, ið hvat so Satan ger, fær náðiverkið at halda á í hjartanum; hvussu hin maðurin hevði syndað seg sjálvan so heilt burtur úr vónini um Guds náði; og so dreym hansara, sum í svøvni helt dómadag vera komnan.? Gudsótti: ?Hvat! Hoyrdi tú hann siga frá hesum dreymi?? Kristin: ?Ja; og tað var ein øgiligur dreymur; mær tykti, at tað neit mær í hjartað, táið hann segði frá honum. Tó eri eg glaður, at eg hoyrdi hann.? Gudsótti: ?Sást tú einki annað enn hetta hjá Útleggjaranum?? Kristin: ?Jú; hann fór við mær og vísti mær eina prúða borg, og hvussu fólkið í henni var í klæðum av gulli, eisini, hvussu ein djarvur maður kom og høgdi sær veg fram við teimum vápnaðu monnunum, ið stóðu við dyrnar at forða honum at sleppa inn, og hvussu hann varð biðin at koma inn og vinna æviga dýrd. Eg kendi tað, sum hetta hugtók meg so, at eg hevði viljað verið í húsinum hjá hesum góða manni eitt heilt ár; men eg visti jú, at eg mátti fara longri.? Gudsótti: ?Hvat annað hevur tú sæð á vegnum?? Kristin: ?Ja, eg var ikki komin langt aftrat, tá sá eg ein, sum fyri mær tykti at hanga bløðandi á einum træi; og bert at síggja hann fekk byrðina at falla av herðum mínum. Tí eg bar eina so tunga byrði, at eg gav meg undir henni; men tá fall hon av mær. Tað var so undarligt fyri mær; tí slíkt hevði eg aldri sæð fyrr. Og sum eg stóð og hugdi upp tí tá fekk eg ikki latið vera at hyggja komu tríggir skínandi skapningar til mín. Ein teirra segði mær, at syndir mínar vóru fyrigivnar; ein annar læt meg úr spjørrum mínum og gav mær henda útseymaða kappan, sum tú sært meg í; tann triði setti mær hetta merkið í pannuna, sum tú sært, eg beri, og gav mær hesa innsiglaðu bókrulluna? Kristin tók í tí sama bókrulluna úr barminum. Gudsótti: ?Men tú hevur sæð okkurt annað við ikki so?? Kristin: ?Tað, ið eg havi sagt tær frá, er tað besta. Tó havi eg sæð nakað meir; til dømis sá eg tríggjar menn, Býttling, Leti og Erpnan, sum við leinkjum um føturnar lógu og svóvu eitt sindur øðrumegin vegin, ið eg kom eftir. Men heldur tú, eg fekk vakt teir! Eg sá eisini Siðakristnan og Hyklara koma klúgvandi upp um múrin; teir søgdust at ætla sær til Zion; men skjótt var úti við teimum, og tað segði eg teimum eisini, men teir vildu ikki trúgva mær. Men fram um alt tykti mær stríggið at ganga niðan á fjallið her, og ikki var minni fyri at koma fram við leyvugapunum; nei, álvara, hevði hesin góði maður, portarin, ikki staðið við portrið, so veit eg ikki, um eg hevði ikki vent aftur aftan á alt. Men nú eri eg her, takkaður veri Gud, og eg sigi tykkum takk, at tit tóku ímóti mær.? Nú hugsaði Vit, at hon skuldi fara at seta honum nakrar spurningar, sum hon vildi hava hann at svara uppá. Vit: ?Hugsar tú ikki við hvørt um landið, sum tú ert komin úr?? Kristin: ?Jú; men eg skammist, og mær býður ímóti at hugsa um tað; vissuliga, hevði eg havt tað landið í huga, sum eg eri farin úr, so hevði jú borið mær til at farið aftur hagar; men nú trái eg eftir einum betri landi, tað er einum himmalskum? (Heb. ). Vit: ?Leingist tær ikki enn eftir summum av tí, sum tá átti hjarta títt?? Kristin: ?Jú, men nógv ímóti vilja mínum; serliga eru teir loyndu, holdbundnu tankarnir, sum bæði eg og øll har í landinum høvdu nógva gleði í, mær nú til stóra sorg saman við øllum slíkum. Kundi eg gjørt, sum eg vildi, so hevði eg aldri viljað hýst slíkum tonkum meir; eg, sum vil gera hitt góða finni, at hitt illa er mær hjástatt? (Róm. ). Vit: ?Tykir tær ikki stundum, at tú hevur vunnið sigur á hesum, sum so uppaftur við hvørt loypir ófrið á teg?? Kristin: ?Jú; men tað er sjáldan; tó eru tað mær gyltir tímar, táið eg kenni tað so.? Vit: ?Dugir tú at minnast, hvussu tað ber til, at tað, sum plágar teg, stundum tykist at vera vunnið?? Kristin: ?Ja, táið eg hugsi um tað, ið eg sá við krossin tað virkar hetta; somuleiðis táið eg hyggi at tí útseymaða kappanum, ið eg havi, og eisini táið eg hyggi í bókrulluna, sum eg beri í barminum. Og táið hjartað verður heitt í mær av at hugsa um staðið, ið eg ætli mær til tað virkar tað sama.? Vit: ?Og hvat er tað, ið ger, at tú so fegin vilt koma til Zionsfjall?? Kristin: ?Ja, har vóni eg jú at fáa hann at síggja livandi, sum hekk deyður á krossinum; har vóni eg at sleppa frá øllum tí, sum enn í dag er mær ein plága. Har er eingin deyði (Es. Op. ), er mær sagt, og har skal eg liva saman við slíkum menniskjum, sum mær dámar best. Tí eg skal siga tær, sum er: Eg elski hann fyri tað, at hann slapp mær frá byrðini, og eg eri troyttur av tí, ið bagir mær innast inni. Eg vildi fegin verið, har sum eg aldri aftur skal doyggja, og saman við teimum, sum allar ævir rópa: ?Heilagur, heilagur, heilagur!?? (Op. ). Nú segði Vælvild við Kristin: ?Hevur tú børn ert tú giftur?? Kristin: ?Eg havi konu og fýra smá børn.? Vælvild: ?Og hví hevði tú tey ikki við tær?? Tá fór Kristin at gráta og segði: ?Á, hvussu fegin skuldi eg ikki havt tey við! Men tey vóru øll somul hart ímóti, at eg fór á hesa pílagrímsferð.? Vælvild: ?Men tú skuldi tosað við tey og roynt at víst teimum vandan við at verða verandi eftir.? Kristin: ?Tað gjørdi eg við; og eg segði teimum eisini tað, ið Gud hevði víst mær, at staður okkara fór at verða lagdur í oyði; men eg var teimum sum ein, ið skemtaði, og tey trúðu mær ikki? ( Mós. ). Vælvild: ?Men baðst tú til Gud, at hann skuldi vælsigna ráðini, ið tú legði teimum?? Kristin: ?Ja, og tað so innarliga; tí tú kanst vita, at konan og neyðars børn míni vóru mær kær.? Vælvild: ?Og segði tú teimum eisini frá tíni egnu sorg, og hvussu tú ræddist fyri oyðileggingini? Tí eg kann ætla, at tú sást oyðileggingina greitt fyri tær.? Kristin: ?Ja, so mangan, mangan. Tey kundu eisini lesa óttan í andliti mínum og síggja hann av tárum mínum og av, hvussu eg skalv við at hugsa um dómin, ið hekk yvir høvdinum á okkum; men einki av øllum var ment at fáa tey at koma við mær.? Vælvild: ?Men hvat søgdu tey at vera grundina til, at tey komu ikki?? Kristin: ?Nú kona mín orkaði ikki at missa henda heim, og børn míni vóru fangað í ungdómsins dáralystum, so antin grundin nú var henda ella handa einsamallan lótu tey meg fara hesa leið avstað.? Vælvild: ?Men kanska tú livdi eitt vánaligt lív, sum tók kraftina frá orðum tínum, táið tú royndi at yvirtala tey at koma við tær?? Kristin: ?Satt er tað, at eg fái ikki róst mær av lívi mínum; tí eg veit um nógvar feilir hjá mær sjálvum, og eg veit eisini, at ein maður kann við atburði sínum skjótt spilla tað, ið hann við at vitna um sannleikan og við yvirtalingum roynir at fáa at rína á øðrum, teimum til gagns. Men tað tori eg at siga, at eg ansaði mær væl, so eg ikki við nøkrum, sum ikki sømdi seg, skuldi geva teimum grund at vera ímóti at fara á pílagrímsferð. Ja, tey plagdu at siga við meg, at eg var ov strangur við meg sjálvan júst í slíkum og fyri teirra skuld sýtti mær mangt, sum tey einki ringt dugdu at síggja í. Nei, eg hugsi, at eg kann siga, at var tað nakað, ið tey sóu hjá mær, sum forðaði teimum, so var tað, at tey sóu, hvussu eg óttaðist fyri at synda móti Gudi ella gera næsta mínum órætt.? Vælvild: ?Vissuliga, Káin hataði bróður sin, tí verk hansara vóru ónd, men verk bróður hansara rættvís! ( Jóh. ). So at høvdu kona tín og børn tíni nakað ímóti tær fyri hetta, so vístu tey við hesum, at tey sjálv vóru ímóti tí góða, og tú hevur fríað sál tína frá blóði teirra? (Ezek. ). Eg sá nú í dreymi mínum, at tey sótu soleiðis og tosaðu saman, inntil nátturðin var liðugur, og táið borðreitt var, settust tey at fáa sær. Á borðinum stóðu feitir rættir og væl klárað vín (Es. ), og alt tosið við borðið var um hann, ið fjallið átti, sum t.d. hvat hann hevði gjørt, hví hann gjørdi tað, ið hann gjørdi, og hví hann hevði bygt hetta hús. Av tí, ið tey søgdu, hoyrdi eg, at hann hevði verið ein óførur hermaður, sum hevði barst við hann, ið hevði deyðans veldi, og vunnið hann (Heb. ), men at hetta eisini hevði komið honum sjálvum í stóran vanda. Av hesum kom eg at elska hann enn meiri. Tí, sum tey søgdu ?og sum eg trúgvi,? segði Kristin hetta kostaði honum nógv blóð; og tað, ið prýddi hann við heiður í øllum, sum hann gjørdi, var, at hann gjørdi tað av reinum kærleika til land sítt. Harumframt vóru nøkur av húsfólkinum har, sum søgdu, at tey høvdu verið saman við honum og tosað við hann, eftir at hann doyði á krossinum, og tey vitnaðu, at tey høvdu hoyrt av hansara egna munni, at hann hevði slíkan kærleika til armar pílagrímar, at tess líki er ikki at finna úr eystri og líka í vestur. Enntá meir, tey førdu fram prógv fyri tí, ið tey vitnaðu, og tað var, at hann hevði latið seg úr dýrd síni, fyri at hann kundi gera hetta fyri tey fátæku; tey søgdu seg hava hoyrt hann siga, at hann vildi ikki búgva einsamallur á Zionsfjalli. Haraftrat søgdu tey, at hann hevði mangan pílagrím gjørt til kong, tóat teir vóru føddir til biddarar og upprunaliga høvdu ligið í skarninum ( Sám. Sálm. ). Soleiðis tosaðu tey nú saman líka til langt út á náttina. Táið tey so høvdu yvirgivið seg til Harra sín og verju hansara, fóru tey at leggjast. Pílagrímin løgdu tey í eitt stórt kamar uppi í erva við vindeygum móti eystri. Hetta kamar æt Friður, og har svav hann, inntil lýsti; tá vaknaði hann og fór at syngja: ?Hvar eri eg? Á, hevur Jesus her ein hvíldarstað til troyttan mann á ferð! Ei fyrigeving bert eg fekk; nei eg her nær við himmaldyrnar hvíli meg.? So fóru tey nú øll upp henda morgun, og táið tey høvdu tosað nakað saman aftrat, søgdu tey við hann, at áðrenn hann fór, skuldu tey vísa honum alt tað sjáldsama, ið var á hesum staði. Fyrst fóru tey við honum inn í bókasavnið og lótu hann har síggja skrift frá allarelstu tíð. Eg minnist úr dreymi mínum, at fyrst vístu tey honum ættartalvu Harrans, ið fjallið átti; har stóð, at hann var sonur hin, sum gamal var (Dán. ), og at hann var vorðin til frá ævunum (Orðt. ). Har var eisini greiniliga sagt frá øllum, ið hann hevði gjørt, og har stóðu nøvnini á teimum mongu hundrað, sum hann hevði tikið í tænastu sína, og hvussu hann hevði givið teimum slíkar bústaðir at vera í, sum hvørki tíðin ella náttúran kundi fáa at forganga. Síðani lósu tey fyri honum um nøkur av stórverkunum, ið summir tænarar hansara høvdu gjørt; teir høvdu t.d. við trúgv vunnið sigur á kongaríkjum, útint rættvísi, fingið lyfti uppfylt, tipt munn leyva, sløkt eldsbál, vóru slopnir undan svørðsegg, fingið styrki eftir veikleika, verið veldigir í bardaga, fingið fíggindaherar at víkja (Heb. ). Uppaftur lósu tey í einum øðrum parti av skriftunum, ið hoyrdu til húsið; har stóð, hvussu Harri teirra var til reiðar at taka inn undir náði sína ein og hvønn, ja, ein og hvønn, enntá tey, sum frammanundan stórliga høvdu vanvirt hann og verk hansara. Har stóðu eisini mangar aðrar frásagnir um víða gitnar hendingar, bæði í gomlum døgum og nú í tíðini; alt hetta varð Kristini víst, eisini profetorð og kunngerðir um slíkt, sum vissuliga fer at henda, og sum skal loypa ræðslu á fíggindarnar og gera teir ovfarnar, men verða pílagrímum til gleði og troyst. Dagin eftir fóru tey við honum inn í vápnagoymsluna. Har vístu tey honum alskyns vápn, sum Harri teirra hevði ætlað pílagrímum: Svørð, skjøldir, hjálmar, brynjur, bøn, sum aldri gevur uppat, og skógvar, sum ikki slítast upp. Og av hesum var her so nógv, at líka mangir menn kundu verða vápnaðir til tænastu fyri Harra sín, sum stjørnur eru á himli. Eisini vístu tey honum nøkur av amboðunum, ið summir tænarar hansara høvdu gjørt undurfull verk við. Honum varð víst stavurin hjá Mósesi, hamarin og tjaldhælurin, sum Jael drap Sisera við, krukkurnar, lúðrarnar og kyndlarnir, sum Gideon nýtti, táið hann fekk Midjanitar at flýggja. Og tey vístu honum píkstavin at reka neyt við, sum Samgar hevði í hondini, táið hann drap menn, somuleiðis kjálkabeinið, sum Samson útinti slíkt stórverk við. Sleingibandið og steinin, sum Dávid drap Goliat úr Gat við, fekk hann eisini at síggja, somuleiðis svørðið, sum Harri teirra skal drepa syndamannin við, tann dag hann reisir seg at taka fong ( Mós. Dóm. Sám. Tess. Zef. ). Mangt annað frálíkt vístu tey honum eisini, sum gjørdi Kristin ógvuliga glaðan. Táið hetta var gjørt, fóru tey aftur til hvíldar. So sá eg í dreyminum, at morgunin eftir fór hann upp og ætlaði sær at halda ferðina fram; men tey vildu hava hann at steðga henda dagin við, og so søgdu tey, at um klárt var í veðrinum, skuldu tey vísa honum Yndisligu Fjøll. ?Tað fer at gera teg enn glaðari,? søgdu tey; ?tí tey eru nærri havnini, ið tær leingist eftir, enn hetta staðið, her sum tú nú ert.? Hann samtykti tá og steðgaði. Táið so næsti morgun kom, fóru tey upp á húsatekjuna við honum og bóðu hann hyggja suðureftir. Hann so gjørdi, og tá sá hann langt burturi eitt fagurt fjallaland, prýtt við skógum, víngørðum, alskyns fruktum og blómum, við keldum og springvøtnum, sera yndisligt at síggja. Táið hann spurdi tey, hvussu landið kallaðist, svaraðu tey, at tað æt Immanuels Land. ?Og,? søgdu tey, ?eins og allir pílagrímar eiga atgongd til fjallið her, so eiga teir atgongd til hatta landið við. Og táið tú kemur hagar, kanst tú haðani síggja portrið á Himmalstaðnum; hirðarnir, ið búgva har, fara at vísa tær tað.? Nú hugsaði hann, at best mundi vera at fara avstað, og tey vóru eisini til reiðar at lata hann fara. Men fyrst bóðu tey hann koma við sær inn aftur í vápnagoymsluna. Tey fóru so, og táið tey komu inn hagar, lótu tey hann í herklæði frá ovast til niðast; tí hann kundi verða fyri álopum á vegnum. Soleiðis vápnaður fór hann við vinum sínum út til portrið, og har spurdi hann portaran, um hann hevði sæð nakran pílagrím koma framvið. ?Ja,? svaraði portarin. Kristin: ?Góði, sig mær, um tú kendi hann!? Portarin: ?Eg spurdi hann, hvussu hann æt, og hann segði mær, at hann æt Trúfastur.? Kristin: ?Á, eg kenni hann! Hann er úr sama býi sum eg, vit vóru grannar; hann kemur av plássinum, har sum eg eri føddur. Hvussu langt heldur tú hann vera komnan?? Portarin: ?Hann má vera komin oman av fjallinum nú.? Kristin: ?Frálíkt, portarin góði! Harrin veri við tær og lati nógv leggjast aftrat øllum signingum tínum fyri ta góðsku, ið tú hevur víst mær!? Hann fór nú avstað; men Umhugsin, Gudsótti, Vælvild og Vit komu at fylgjast við honum oman undir fjallið. Sum tey tá gingu saman, tóku tey uppaftur tað, ið tey áður høvdu tosað um. Táið tey komu, hagar sum farast skuldi oman av fjallinum, segði Kristin: ?Tungt var at koma niðan; men síggi eg rætt, so er vandi við at fara oman.? ?Ja,? segði Vit; ?tað er tað við; tí tað er ikki lítið fyri hjá einum manni í tí støðu, sum tú ert í nú, at ganga oman í Eyðmýkingardal og ikki fara á glið.? ?Tí eru vit,? søgdu tær, ?komnar at fylgjast við tær oman av fjallinum.? Kristin fór nú at ganga oman; hann ansaði sær væl, men gleið tó einar tvær ferðir. Eg sá tá í dreyminum, at táið Kristin var komin oman undir fjallið, lótu hesar góðu fylgismoyggjar hann fáa eitt breyð, eina fløsku av víni og eitt vínberjatyssi, og so helt hann fram leið sína. Men her í Eyðmýkingardali mundi neyðar Kristini vitað illa við; tí hann hevði ikki gingið langt, fyrrenn hann rakti við ein fúlan djevul, sum kom ímóti honum eftir markini; hann æt Apollyon (Op. ). Tá tók Kristin at ræðast, og hann ivaðist, um hann skuldi venda aftur ella halda fram. Men við tað at honum kom í hug, at herklæðini vardu ikki bakið, so hugsaði hann, at fíggindin fekk betur gjørt honum mein og rakt hann við kastispjótinum, táið hann helt undan honum. Hann tók tí ta avgerð at halda fram; ?tí,? hugsaði hann, ?um eg so einki annað hevði í huga enn at verja lívið, so var kortini best ikki at hildið undan.? Hann helt tí at ganga, og Apollyon møtti honum. Tað var eitt øgiligt ódjór at síggja. Hann hevði roðslu sum fiskur, allur sum hann var tað er hugmóð hansara; hann hevði veingir sum ein dreki og labbar sum ein bjørn; upp úr búkinum á honum kom eldur og roykur, og muður hansara var sum gapið á eini leyvu. Táið hann kom til Kristin, hugdi hann vanvirðisliga upp á hann og fór síðani at seta honum spurningar. Apollyon: ?Hvaðani kemur tú, og hvar ætlar tú tær?? Kristin: ?Eg komi úr Undirgangsstaði, har sum alt ilt hoyrir heima, og ætli mær til Zionsstað.? Apollyon: ?Av hesum skilji eg, at tú ert ein, sum eg eri kongur yvir; tí eg eigi alt tað landið og eri tess kongur og gudur. Hvussu ber tað tá til, at tú hevur lopist frá kongi tínum? Hevði ikki tað verið, at eg vóni at fáa meiri gagn av tær enn, so skuldi eg við einum slagi jarðlagt teg.? Kristin: ?Víst varð eg føddur í landinum, sum tú ert harri í; men tú vart ein harður harri at tæna hjá, og lønini, ið tú lætst, kundi eingin liva av; tí lønin, ið syndin gevur, er deyði (Róm. ). Táið eg var tilkomin, gjørdi eg tí, sum onnur skilafólk gera, og vitaði, um eg kundi ikki fáa tað betri.? Apollyon: ?Eingin kongur vil soleiðis við tað góða missa fólk sítt, og eg vil ei heldur missa teg. Men við tað at tú lastar tænastu og løn mína, so slá teg til tols og far heimaftur! Eg skal her lova tær, at tú skalt fáa alt tað, ið land okkara er ment at geva.? Kristin: ?Men eg havi givið meg í tænastu hjá einum øðrum, hjá Konganna Kongi; hvønn rætt havi eg tá at venda aftur við tær!? Apollyon: ?Við at gera tað ert tú farin frá illum til verri, sum orðtakið sigur. Men aloftast gongur tað so, at tey, ið siga seg at vera vorðin tænarar hansara, rýma frá honum eftir stuttari tíð og koma aftur til mín. Ger tú so við, so skal alt verða gott!? Kristin: ?Eg havi givið honum orð mítt og svorið honum trúskap; hvussu kann eg ganga frá hesum og ikki verða hongdur sum svíkjari!? Apollyon: ?Tú gjørdi tað sama við meg, og eg eri tó til reiðar at lata alt vera gloymt, um tú nú vilt venda við og koma aftur.? Kristin: ?Lyftini til tín gjørdi eg, meðan eg var ómyndigur. Umframt tað haldi eg, at Kongurin, hvørs merki eg nú standi undir, er mentur at loysa meg, ja, og eisini at fyrigeva mær tað, ið eg gav eftir fyri tær í. Og fyri alt tað á, oyðari tín, Apollyon, skal eg siga tær, sum er: Mær dámar tænastuna hjá honum, løn hansara, tænarar hansara; mær dámar hann sum Kong; mær dámar at vera hjá honum; mær dámar land hansara betur enn alt títt! Fæst tí ikki við at yvirtala meg longur! Eg eri tænari hansara, og honum vil eg fylgja.? Apollyon: ?Hugsa eina ferð enn róliga um tað, ið tú kanst vænta tær á vegnum, ið tú gongur nú! Tú veitst, at sum oftast fáa tænarar hansara ein ringan enda, aftur fyri at teir seta seg upp ímóti mær og vilja ikki ganga leiðir mínar. Hvussu mangir av teimum hava ikki liðið ein skemdardeyða! Og umframt hetta tú heldur vera betri at tæna hjá honum enn hjá mær, hann, sum aldri enn er farin, haðani sum hann býr, at bjarga so mikið sum einum tænara sínum úr hondum mínum! Eg harafturímóti allur heimurin veit, hvussu mangan eg við valdi ella við svikum havi bjargað teimum, ið trúliga tæntu mær, frá honum og hansara, táið teir høvdu tikið tey. Og eg skal bjarga tær við.? Kristin: ?Táið hann ikki hjálpir teimum við tað sama, so er tað, tí hann vil royna kærleika teirra og vita, um tey líka til endan halda fast við hann. Og tann ringi endi, ið tú sigur tey at fáa tað rokna tey fyri størsta heiður. At verða loyst út her í heiminum hava tey ikki mikið í huga; tey bíða eftir dýrd síni, og hana fáa tey, táið Kongur teirra kemur í dýrd síni og hinna heiløgu eingla? (Luk. ). Apollyon: ?Tú hevur longu verið trúleysur í tænastu tíni fyri hann, og so hugsar tú um at fáa løn frá honum!? Kristin: ?Í hvørjum havi eg verið honum trúleysur, á, Apollyon?? Apollyon: ?Tú misti mótið, fyrsta sum tú byrjaði ferðina, og mundi kódnað í Mótloysismýri. Tú fórst skeivar leiðir at sleppa tær frá byrðini í staðin fyri at bíða, inntil Kongur tín tók hana av tær. Tú svavst ein syndafullan svøvn og misti dýra skatt tín. Tú mundi vent aftur, táið tú sást leyvurnar. Og táið tú tosar um ferð tína og um tað, ið tú hevur hoyrt og sæð, tá tráar tú innast inni eftir tómari æru við øllum, ið tú sigur og gert.? Kristin: ?Alt hatta er satt, og tú hevur minni enn so nevnt alt. Men Kongurin, ið eg tæni hjá, er náðigur og til reiðar at fyrigeva. Og tað var í tínum landi, hesir veikleikar komu á meg; har seyg eg alt hetta í meg og havi suffað undir tí og havt sorg av tí; men eg havi fingið fyrigeving frá Kongi mínum.? Tá varð Apollyon rúkandi óður og segði: ?Eg hati handa Kong! Eg hati hann sjálvan og lógir og fólk hansara, og eg eri bert komin at standa tær ímóti!? Kristin: ?Apollyon! Varða teg, hvat tú gert! Eg eri á kongavegnum, á heilagleikans vegi; ansa tí tær sjálvum!? Men Apollyon gleivaði nú tvørtur um vegin, so breiður sum hann var, og segði: ?Eg ræðist einki í hesum viðurskiftum! Ger teg til reiðar at doyggja! Tí eg svørji um Helvitis avgrund, at tú skalt ikki longri; her skal eg forkoma sál tíni.? Og nú blakaði hann ein brennandi píl móti bringuni á Kristini; men Kristin hevði í hondini ein skjøld, sum hann helt fyri pílin, og soleiðis slapp hann úr hesum vanda (Ef. ). Kristin dró nú svørðið; tí hann sá, at ikki var at standa stillur longur. Og Apollyon legði á hann í øði; hann slongdi pílar so tættar sum eitt heglingsæl. Tóat Kristin royndi at bera seg undan, alt ið hann kundi, varð hann kortini særdur, bæði í høvdið, hondina og fótin. Hetta fekk Kristin at víkja eitt sindur, og Apollyon gav tí enn meiri á; men Kristin menti seg aftur og helt ímóti, so menniliga sum hann kundi. Hesin harði bardagi stóð okkurt um ein hálvan dag, inntil Kristin var deyðgivin; vit mugu jú minnast, at hann var særdur og viknaði tí meir og meir. Og Apollyon, sum sá, at nú átti hann takið, so at siga, trokaði harðari og harðari á. At endanum vórðu teir áfastir, og hann feldi Kristin við slíkari øgiligari megi, at svørðið fleyg honum úr hondini. Tá segði Apollyon: ?Nú kemst tú ikki undan mær!? og kroysti hann í tí sama, so hann mundi doyð, og Kristin helt, at tað var úti við honum. Men Gud stýrdi tí so, at júst sum Apollyon skuldi geva honum tað síðsta slagið og soleiðis heilt gera enda á hesum góða manni, rætti Kristin knappliga út hondina eftir svørði sínum og fekk fatur á tí. Hann segði tá: ?Gleð teg ikki uppi yvir mær, fíggindi mín! Um eg so eri fallin, komi eg aftur á føtur; um eg so siti í myrkri, er HARRINARRIN ljós mítt? (Mika ), og gav í tí sama Apollyon ein deyðasting, sum fekk hann at víkja sum ein, ið hevur fingið banasár. Táið Kristin sá hetta, stakk hann eftir honum eina ferð enn og segði: ?Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við honum, sum elskaði okkum!? (Róm. Ják. ). Tá breiddi Apollyon út drekaveingir sínar og fleyg avstað við ferð, og Kristin sá hann ikki aftur. Hevur tú ikki sæð og hoyrt tað eins og eg, so er tað ikki møguligt, at tú kanst hugsa tær tey ýl og ræðuliga brøl, ið vóru at hoyra frá Apollyon, alla tíðina meðan teir bardust. Málið í honum var sum málið í einum dreka. Men so uppaftur sum Kristin suffaði og gav seg! Ikki eina løtu var nøkur gleði at lesa í andliti hansara, fyrrenn hann sá, at hann hevði sært Apollyon við tí tvíeggjaða svørðinum, ið hann hevði; jú, tá smíltist hann og hugdi uppeftir. Nei, aldri havi eg sæð so øgiliga sjón! Táið nú bardagin var av, segði Kristin: ?Her skal eg takka honum, ið hevur bjargað mær úr leyvugapinum, honum, sum hjálpti mær móti Apollyon.? Og hann gjørdi so, syngjandi: ?Be'elzebub, hin djevlahøvdingur, forkoma vildi mær; tí vápnaður varð hesin sendur út. Úr Helviti hans øði var, tá á hann herjaði. Men Mikael, hann hjálpti mær, so eg við svørði stakk hann, og hann fór sín veg. Tí beri Harranum eg tøkk í dag og honum prís, hvørs hjálp eg havi sæð.? Nú sást ein hond, sum rætti Kristini nøkur bløð av lívsins træi; tey tók hann og legði tey á sárini, sum hann hevði fingið í bardaganum, og varð við tað sama grøddur (Op. ). Á hesum staði settist hann eisini at fáa sær breyð og drekka úr fløskuni, ið honum var givin stutt frammanundan. Táið hann soleiðis hevði styrkt seg, helt hann ferð sína fram við drignum svørði í hondini; ?tí,? segði hann, ?eg veit ikki, um ikki onkur annar fíggindi kann vera í nánd.? Men frá tí hann hevði hitt Apollyon, var einki, sum voldi honum mein allan vegin gjøgnum dalin. Táið hesin dalur var at enda, kom ein annar, sum æt Deyðaskuggadalur. Hann noyddist Kristin at fara ígjøgnum; tí vegurin til Himmalstaðin gekk mitt ígjøgnum hann. Hesin dalur er eitt ógvuliga einsligt stað. Jeremias profetur sigur soleiðis frá honum: ?Í oyðimørkini, í landi við heiðum og gjáum, landi við turki og deyðaskugga, landi, sum eingin maður hevur ferðast um, og einki menniskja búð í? (Jer. ). Her kom nú Kristin í størri vanda, enn táið hann bardist við Apollyon sum fer at síggjast av tí, ið nú kemur. Eg sá tá í dreyminum, at júst sum Kristin var komin at Deyðaskuggadali, møtti hann tveimum monnum, sum komu rennandi og vóru afturvendir. Teir vóru synir teirra, sum bóru ring tíðindi um hitt góða landið ( Mós. ). Kristin fór at tosa við teir og spurdi: ?Hvar fara tit?? Menninir: ?Afturvendir! Afturvendir! Og vit mæla tær til at venda aftur við, so satt sum lív og friður eru tær kær!? Kristin: ?Hví tá? Hvat bagir?? Menninir: ?Bagir! Vit gingu somu leið, sum tú gongur, og vit fóru, so langt sum vit tordu; sanniliga, tað er ikki meir, enn vit eru afturkomnir! Høvdu vit farið eitt sindur longri, so høvdu vit ikki verið her og kunnað borið tær hesi tíðindi!? Kristin: ?Men hvussu visti tykkum tá við?? Menninir: ?Ja, vit vóru komnir næstan inn í Deyðaskuggadal; men til alla lukku hugdu vit væl rundan um okkum og sóu tí vandan, áðrenn vit komu í hann.? Kristin: ?Hvat hava tit tá sæð?? Menninir: ?Sæð! Nú, vit sóu dalin sjálvan, og hann er svartur sum bik; vit sóu eisini spøkilsi, trøll og drekar úr avgrundini; so hoyrdu vit eisini ýl og venan, sum ikki helmaði í, líkasum frá fólki í ósigiligari neyð, sum sótu har leinkjað og píndust. Yvir dalinum hingu mótloysisskýggj, sum koma av, at ein veit hvørki út ella inn; deyðin sjálvur breiðir alla tíðina út veingir sínar yvir dalin. Skjótt at siga, hann er ræðuligur, allur sum hann er, og har er einki skil á nøkrum? (Job ). Kristin: ?Av tí, ið tit hava sagt, dugi eg kortini ikki betur at síggja, enn at hetta er leiðin til havnina, ið eg trái eftir? (Sálm. ). Menninir: ?Far, um tær lystir! Vit ætla okkum ikki handa vegin.? So skiltust teir, og Kristin helt ferðina fram, men við drignum svørði í hondini; tí hann óttaðist fyri álopum. Eg sá nú í dreyminum, at allan vegin gjøgnum henda dal var høgrumegin ein ógvuliga djúp grøv; hetta er grøvin, sum allar tíðir ein blindur hevur leitt ein annan í, so báðir hava fingið ein syndarligan enda (Matt. ). Og so sá eg, at vinstrumegin var ein ógvuliga vandamikil bloti, sum eingin maður fekk botn í, um hann datt í hann. Í henda blota fór Dávid kongur einaferð, og ivaleyst hevði hetta verðið endi hansara, hevði ikki hin, sum mentur er, drigið hann uppúr aftur. Gøtan var eisini ovurhonds smøl her, og tað minkaði ikki um vandan hjá hinum góða Kristini; tí táið hann í myrkrinum royndi at varða seg fyri grøvini øðrumegin, var hann um at fara í blotan hinumegin. Royndi hann uppaftur, alt tað hann kundi, at ansa sær fyri blotanum, so var tætt við, at hann datt í grøvina. Á henda hátt bleiv hann nú við at ganga, og eg hoyrdi hann suffa tungliga. Tí umframt tað at hesir vandar vóru, sum frá er sagt, so var her so myrkt at ganga, at mangan táið hann lyfti fótinum at stíga til, visti hann ikki, hvar ella á hvat hann steig, táið hann setti hann niðurat aftur. Eisini sá eg, at miðskeiðis í dalinum kom Helvitis gap tætt at vegjaðaranum. ?Hvat skal eg nú gera?? hugsaði Kristin. Og í heilum komu logar og roykur út í slíkari mongd, við neistum og ræðuligum óljóði og ímóti hesum maktaði svørðið hjá Kristini einki sum ímóti Apollyon at hann var noyddur at stinga svørðið í slíðrarnar og taka til eitt annað vápn, sum æt Bøn Uttan Íhald (Ef. ). Eg hoyrdi hann tí rópa: ?Á Harri, bjarga sál míni!? (Sálm. ). Soleiðis gekk hann nú leingi; men ofta komu logarnir tætt at honum. Eisini hoyrdi hann venan og gang sum frá fólki, ið rann aftur og fram, so at hann við hvørt væntaði at verða sundurskræddur ella traðkaður niður sum skarnið á vegnum. Fleiri fjórðingar sá hann hesa ræðuligu sjón og hoyrdi henda øgiliga gang. Við tað at honum nú tyktist, sum ein heilur flokkur av djevlum kom ímóti honum, steðgaði hann og fór at ivast um, hvat best mundi vera at gera. Við hvørt hevði hann næstan hug at venda aftur; men so hugsaði hann, at kanska hann var komin hálvan vegin gjøgnum dalin nú. Eisini kom honum í hug, hvussu mangan vanda hann longu var komin væl ígjøgnum, og hann hugsaði, at kanska meiri vandi var við at venda aftur enn halda fram. Hann setti sær tí fyri at fara longri. Tó tyktust djevlarnir at koma alt nærri; men táið teir vóru komnir tætt til hansara, rópti hann, so hart sum hann var mentur: ?Eg skal ganga í styrki Harrans Guds!? (Sálm. ensk ums.). Tá viku teir og komu ikki nærri. Lat meg ikki gloyma eitt! Eg legði til merkis, at neyðar Kristin var mestsum frá sær sjálvum nú; tað var ikki so frægt, at hann kendi sítt egna mál. Tað fekk eg at vita av hesum: Júst sum hann var komin, hagar sum tann brennandi avgrundin opnaði seg, fór ein av teimum óndu aftur um hann, gekk lættliga aftan á honum og skeyt honum inn teskandi mangar svárar gudsspottanir, og Kristin trúði so sanniliga, at tær komu úr hansara egna hjarta. Hetta tók honum fastari enn nakað, ið hevði hent hann áður, at hugsa um, at hann skuldi nú spotta hann, sum hann fyrr hevði elskað so nógv. Hetta hevði hann aldri gjørt av fríum vilja; men nú hevði hann hvørki skil fyri at stappa aftur í oyruni ella at kanna eftir, hvørjum hesar gudsspottanir komu frá. Táið Kristin nakað leingi hevði gingið soleiðis og stúrt, hoyrdi hann málið í einum, sum tyktist at ganga tætt framman fyri hann; hesin segði: ?Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær? (Sálm. ). Tá varð hann glaður, og tað av hesum grundum. Fyri tað fyrsta skilti hann av hesum, at her í dalinum vóru aðrir við, sum óttaðust Gud. Fyri tað annað skilti hann, at Gud var við teimum, tó teir vóru staddir í slíkum myrkri, og alt var so óhugnaligt; ?og hví skal hann so ikki eisini vera við mær,? hugsaði hann, ?tóat her á hesum staði er so nógv, sum forðar fyri, at eg kann kenna tað!? Fyri tað triðja hugaði hann sær til at fáa onkun at fylgjast við, fekk hann teir bert aftur. Hann helt tí á at ganga og rópti á hann, sum fyri honum gekk. Men hesin visti ikki, hvat hann skuldi svara; tí eisini hann hugsaði, at hann var einsamallar. Men nú fór at lýsa. Tá segði Kristin: ?Hann hevur gjørt deyðaskugga til morgun!? (Amos ). Táið nú var vorðið ljóst, hugdi hann aftur um seg, ikki tí hann hugsaði um at venda aftur, men fyri at síggja við dagsljós, hvat hann hevði vágað við at ganga har í myrkri. Og nú sá hann skilligari grøvina øðrumegin og blotan øðrumegin, eisini, hvussu smøl gøtan var, ið gekk ímillum tey. Spøkilsini, trøllini og drekarnar úr avgrundini sá hann við, men øll langt burtur; tí var farið at lýsa, so komu tey ikki nær. Tó sá hann tey, svarandi til tað, ið skrivað stendur: ?Hann grevur hitt loynda fram úr myrkrinum og dregur deyðaskugga fram í ljósið? (Job ). Kristin var nú ógvuliga glaður um at vera bjargaður úr øllum vandunum á einsligu leið síni, vandum, sum hann sá skilligari nú, ið dagsljósið vísti honum teir greitt, men sum hann tó hevði ræðst meiri frammanundan. Um hetta leitið var tað, at sólin kom undan, og hetta var uppaftur ein miskunn, ið varð Kristini víst; tí var fyrra helvtin av Deyðaskuggadali vandafull, so var henda helvtin, ið eftir var at ganga hjá honum, enn vandafullari um hon kundi vera tað. Tí haðani sum hann nú var staddur, og líka at endanum á dalinum var vegurin allastaðni so fullur av snerrum, fellum, gørnum og netum sumstaðni og so fullur av avgrundum, fallgryvjum, holum og homrum aðrastaðni, at hevði verið myrkt, sum meðan hann gekk ta fyrru helvtina av dalinum, so hevði hann mist túsund sálir, um hann átti tær. Men, sum eg segði, sólin kom júst nú undan. Tá segði hann: ?Lampa hansara lýsir yvir høvdi mínum, og við ljósi hansara gangi eg gjøgnum myrkrið? (Job ). Í hesum ljósi gekk hann tá dalin at enda. Nú sá eg í dreyminum, at við endan á dalinum var at síggja blóð, bein, øska og meinslað mannalikam, eisini av pílagrímum, sum áður vóru komnir henda vegin. Og sum eg grundaði á, hví hetta mundi vera, rakti eg við eina holu eitt sindur framman fyri meg, har tveir risar, Pávi og Heidningur, høvdu búð í forðum; teir høvdu havt stórt vald og verið tveir øgiligir ránsmenn, sum høvdu pínt til deyða hesar, hvørs bein, blóð, øska o.s.fr. sást har enn. Tó, hjá Kristini var ikki mikil vandi við at koma framvið har, og hetta undraðist eg á; men seinni fekk eg at vita, at Heiduingur var langt síðani deyður, og Pávi, ja, hann var á lívi enn, men bæði elli og teir mongu hørðu bardagar, ið hann hevði verið í á yngri árum, høvdu gjørt hann so vánaligan og so stívan í liðunum, at hann nú lítið meiri fekk gjørt enn sitið í munnanum á helli sínum og flent at pílagrímum, táið teir komu framvið, og bitið neglir sínar av harmi, tí hann fekk ikki fatur á teimum. Eg sá tí, at Kristin gekk leið sína. Tó, táið hann sá henda gamla mann, sum sat í hellismunnanum, visti hann ikki, hvat hann skuldi hugsa, serliga við tað at maðurin tosaði við hann, tóat hann ikki fekk komið eftir honum, og segði: ?Tit leggja ikki hetta lagið av, fyrrenn fleiri verða brendir av tykkum enn!? Men Kristin svaraði ikki aftur og helt á at ganga, og einki ilt hendi hann. Tá sang hann: ?Á undurs undur minni sigist ei at eg kom trygt tann myrka veg, eg steig! Vælsignað veri hondin, við mær var í hesum dimma dali og meg bar, her myrkur, djevlar, synd og Helviti var eftir mær og meg umringaði, her snerra, avgrund, fella, garn er á tí leið, ein pílagrímur ganga má! Á, var eg eina, fangaður varð eg, men Jesus havi prís, sum frelsti meg!? Sum Kristin gekk longri, kom hann at einum lítlum heyggi, sum var laðaður upp, fyri at pílagrímar skuldu síggja leiðina nakað fram. Kristin fór tí upp á henda heyggj, og táið hann hugdi, fekk hann eyga á Trúfastan, sum var komin eitt sindur longri. Tá rópti Kristin: ?Hey, hey! Nú, nú, steðga! Lat meg fylgjast við tær!? Trúfastur hugdi nú aftur um seg, og Kristin rópti aftur á hann: ?Steðga, steðga, so eg fái teg aftur!? Men Trúfastur svaraði: ?Nei, eg gangi fyri lívinum, tí blóðhevnarin er í hølunum á mær!? Hetta dámdi Kristini ikki rættiliga, og hann tók at ganga, alt hann var mentur, og fekk skjótt Trúfastan aftur, ja, fór fram um hann, so at hann, sum hevði verið tann seinni, nú var tann fyrri. Tá smíltist Kristin og var stoltur í fáfongd síni, at hann var vunnin fram um bróður sín; men við tað at hann ansaði sær ikki væl, hvussu hann steig, visti hann ikki av, fyrrenn hann snávaði og datt og fekk ikki reist seg aftur, fyrrenn Trúfastur kom og hjálpti honum. Nú sá eg í dreyminum, at teir fylgdust góðir og tosaðu vinarliga saman um alt, ið hent teir hevði á pílagrímsferð teirra. Kristin byrjaði samtaluna og segði: ?Ærdi og nógv elskaði bróðir Trúfastur! Eg eri glaður, at eg fekk teg aftur, og at Gud hevur gjørt okkum so sintar hvør við annan, at vit fáa fylgst, her sum vegurin er so góður.? Trúfastur: ?Ætlan mín var, kæri vinur, at fylgjast við tær líka heimanífrá; men tú fórst undan mær, og tí havi eg verið noyddur at ganga so nógv av vegnum einsamallur.? Kristin: ?Hvussu leingi steðgaði tú í Undirgangsstaði, áðrenn tú heltst avstað á pílagrímsferð eins og eg?? Trúfastur: ?Inntil eg ikki fekk verið har longur; tí tætt eftir at tú vart farin, gekk har eitt ógvuligt tos um, at staður okkara um stutta tíð fór at verða brendur á grund við eldi av Himli.? Kristin: ?Hvat sigur tú! Tosaðist hetta millum grannar okkara?? Trúfastur: ?Ja, eina tíð var tað á hvørjum munni.? Kristin: ?Íðan! Var so eingin annar enn tú, sum fór avstað at bjarga sær undan vandanum?? Trúfastur: ?Eg haldi ikki, at tey trúðu so mikið upp á tað, hóast tosið gekk nógv um tað, sum eg segði tær. Tí best sum prátið var av tí heitasta millum teirra, hoyrdi eg summi halda spott at tær og óðamannaferð tíni, sum tey róptu pílagrímsferð tína. Men eg trúði og trúgvi enn at endin á staði okkara verður eldur og svávul av Himli, og tí slapp eg mær burtur.? Kristin: ?Hoyrdi tú nakað um Lagaligan, granna mín?? Trúfastur: ?Ja, Kristin, eg hoyrdi, at hann fylgdist við tær, inntil hann kom at Mótloysismýri; í hana datt hann, søgdu summi; tað vildi hann nú ikki vera við; men tað veit eg, at hann var útdálkaður í runu av tí slagnum.? Kristin: ?Og hvat søgdu grannarnir við hann?? Trúfastur: ?Hann hevur bara verið havdur til spott, síðani hann kom aftur øll hava flent at honum. Summir speireka og vanvirða hann so, at teir vilja ikki hava hann til arbeiðis hjá sær. Hann er tíggju ferðir so illa staddur, sum um hann aldri hevði verið farin úr býnum.? Kristin: ?Men hví skuldu tey hava so nógv ímóti honum, táið tey sjálv vanvirða leiðina, ið hann gavst at ganga?? Trúfastur: ?O, tey siga: ?Hong handa vingliskøltin, sum sveik tað, ið hann játtaði seg til!? Eg haldi, at tað er Gud, sum hevur beitt óvinir hansara eftir honum at speireka hann og gera hann til eitt orðtak, aftur fyri at hann sneiddi av leiðini!? (Jer. ). Kristin: ?Tosaði tú ongantíð við hann, áðrenn tú fórt?? Trúfastur: ?Eg møtti honum einaferð úti á vegnum; men hann helt seg á hinum vegjaðaranum sum ein, ið skammast um tað, ið hann hevur gjørt, so at eg tosaði ikki við hann.? Kristin: ?Ja, í fyrstuni eftir at eg var farin avstað, hevði eg vón um tann mannin; men nú óttist eg fyri, at hann gongur til grundar; tí honum hevur gingist eftir hinum sanna orðtakinum: ?Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum?? ( Pæt. ). Trúfastur: ?Sama ótta beri eg fyri honum; men hvør kann forða fyri tí, sum henda skal!? Kristin: ?Nei, Trúfastur granni, lat okkum ikki tosa meir um hann! Lat okkum heldur tosa um tað, ið beinleiðis viðvíkir okkum sjálvum! Sig mær nú frá tí, sum hevur hent teg á vegnum, ið tú hevur gingið! Tí eg kann ætla, at tú hevur sæð eitt og annað tað var eitt undur annars.? Trúfastur: ?Eg fór ikki í mýrina, sum eg hoyrdi, at tú datst í; eg kom í øllum góðum til portrið, bert møtti eg einari, sum æt Hora, og sum mundi verðið mær til vanlukku.? Kristin: ?Tað var væl, at tú komst ikki í garn hennara. Jósef var illa staddur av henni ( Mós. ), men varð bjargaður frá henni eins og tú; men tað mundi verðið deyði hansara. Hvussu bar hon seg at við teg?? Trúfastur: ?Tú kanst ikki hugsa tær uttan so er, at tú hevur roynt tað sjálvur hvussu lokkandi, ið tunga hennara er! (Orðt. ). Hon royndi, alt tað hon kundi at fáa meg at koma við sær, og lovaði alla gleði, ið hugsast kann.? Kristin: ?Men gleðina, ið kemur av eini góðari samvitsku hana lovaði hon tær tó ikki!? Trúfastur: ?Tú veitst, hvat eg meini við alla likamliga og holdliga gleði.? Kristin: ?Takka tú Gudi, at tú slapst frá henni! Tann, ið Harrin er vreiður á, fellur í grøv hennara? (Orðt. ). Trúfastur: ?Ja, eg veit nú ikki, um eg so heilt slapp frá henni.? Kristin: ?Hvat sigur tú! Eg fái meg ikki at trúgva, at tú samtykti í tí, sum hon vildi.? Trúfastur: ?Nei, ikki so, at eg dálkaði meg; tí mær kom í hug tað gamla orðið, ið eg havi lisið, og sum sigur: ?Spor hennara liggja beint í deyðaríkið? (Orðt. ). Tí læt eg eyguni aftur, fyri at eygnakøst hennara skuldu ikki gera meg í ørviti (Orðt. ). Tá spottaði hon meg, og eg fór leið mína.? Kristin: ?Vóru ongar aðrar hindringar á vegi tínum?? Trúfastur: ?Táið eg kom niðan undir Torføra Fjall, møtti eg einum ógvuliga gomlum manni, sum spurdi meg, hvør eg var, og hvar eg ætlaði mær. Eg segði honum, at eg var pílagrímur og skuldi til Himmalstaðin. Tá segði hin gamli: ?Tú sært mær út sum eitt hampiligt fólk; vilt tú geva teg til tols hjá mær og taka til takkar við lønina, ið eg lati teg fáa?? Eg spurdi hann tá, hvussu hann æt, og hvar hann búði. Hann segði mær, at hann æt Fyrri Ádam og búði í býnum Sviki. So spurdi eg hann, hvat arbeiði hansara var. Hann segði mær, at hann arbeiddi upp á mangar gleðir (Ef. ), og at í løn skuldi eg til endan verða arvingi hansara. Nú spurdi eg hann um húshald hansara, og hvørjar aðrar tænarar hann hevði, og hann svaraði, at í húsi hansara var alskyns góðgæti, sum í heiminum fanst, og at tænarar hansara vóru hansara egnu døtur. ?Hvussu mangar døtur eigur tú?? spurdi eg. ?Bert tríggjar,? svaraði hann, ?Holdslyst, Eygnalyst og Hugmóðslív,? og at eg kundi giftast við einari av teimum, um eg vildi. So spurdi eg hann, hvussu leingi hann vildi hava meg at vera hjá sær. ?so leingi sum eg livi sjálvur,? svaraði hann. Kristin: ?Nú, men hvat var so úrslitið til endan millum handa gamla og teg?? Trúfastur: ?Ja, í fyrstuni hevði eg ikki so lítlan hug at fara við honum, tí eg helt hann tosa so vakurt; men so var mær hyggjandi at pannu hansara, meðan eg tosaði við hann, og har sá eg standa skrivað: ?Tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess?? (Kol. ). Kristin: ?Og so?? Trúfastur: ?Tá kom tað til mín so brennandi heitt, at hvat hann segði, og hvussu hann lokkaði, so fór hann at selja meg sum træl, hevði hann fyrst fingið meg heim til sín. Eg bað hann tí ikki leggja í at tosa meir; tí eg vildi ikki so mikið sum koma húsdurum hansara nær. Tá fór hann at háða meg og segði, at hann skuldi senda ein eftir mær, sum mundi fara at gera holdi mínum vegin beiskan. Eg vendi mær nú frá honum og skuldi fara til gongu; men júst sum eg hevði vent mær at fara, føldi eg, at hann treiv í kroppin á mær og skrykti so ræðuliga í meg aftureftir, at eg hugsaði, hann fór avstað við einum parti av mær. Hetta fekk meg at rópa: ?Arma menniskja mítt!? (Róm. ). Og so tók eg til beins niðan á fjallið. Men táið eg var komin um hálva leiðina niðan, hugdi eg aftur um meg og sá tá ein koma eftir mær, skjótan sum vindin; hann fekk meg aftur, nettupp har sum bonkurin stendur.? Kristin: ?Júst har settist eg at hvíla; men svøvnur fekk vald á mær, og har misti eg bókrulluna úr barminum.? Trúfastur: ?Lat meg nú siga tær frá øllum, kæri bróðir! Við tað sama sum maðurin fekk meg aftur, gav hann mær eitt sovorðið slag, at eg lá beinan vegin sum deyður. Men um eina lítla løtu fekk eg vitið aftur og spurdi hann, hví hann fór so við mær. Hann svaraði mær, at tað var, tí eg í loyndum var góður við Fyrra Ádam, og so gav hann mær aftur eitt øgiligt slag fyri bringuna, so eg fór eftir nakkanum og uppaftur lá sum deyður fyri fótum hansara. Táið eg fekk vitið aftur, rópti eg og bað hann vísa náði. Men hann svaraði: ?Eg veit einki um at vísa náði!? og sló meg aftur til jarðar. Einki at ivast í hevði hann gjørt enda á mær, hevði ikki ein komið til, sum bað hann lata meg vera.? Kristin: ?Hvør var hann, sum bað hann lata teg vera?? Trúfastur: ?Í fyrstuni kendi eg hann ikki; men í tí hann fór fram við mær, sá eg, at hann var stungin gjøgnum hendurnar og inn í síðuna; av tí skilti eg, at tað var Harrin. So fór eg niðan á fjallið.? Kristin: ?Maðurin, ið fekk teg aftur, var Móses. Hann eirir ongum, og hann veit einki um at vísa teimum náði, sum bróta lóg hansara.? Trúfastur: ?Eg kenni hann ógvuliga væl; hetta var ikki fyrsta ferðin, ið eg havi hitt hann. Hann var tann, ið kom til mín, táið eg sat tryggur heima, og segði við meg, at hann skuldi brenna hús míni niður yvir mær, varð eg verandi har.? Kristin: ?Men sást tú ikki hitt húsið, sum stóð har heilt uppi á fjallinum, har sum tú hitti Móses, meðan tú gekst niðan?? Trúfastur: ?Jú; og leyvurnar sá eg við, áðrenn eg kom til húsið; leyvurnar, haldi eg tó, svóvu; tí tað var um middagin; men við tað at eg hevði so langan dag eftir, steðgaði eg ikki hjá portaranum, men gekk líka oman undir fjallið.? Kristin: ?Hann segði mær eisini, at hann sá teg fara framvið; men eg vildi, at tú skuldi verið farin inn í tað húsið; tí tey høvdu víst tær so mangt sjáldsamt, at tú neyvan hevði gloymt tað aftur, til tín doyggjandi dag. Men, góði, sig mær, hitti tú ongan í Eyðmýkingardali?? Trúfastur: ?Eg møtti einum, sum æt Ónøgdur; hann royndi at yvirtala meg at venda aftur við sær; grundin var, at har í dalinum var eingin heiður at vinna. Og hann legði aftrat, at øllum vinum mínum dámdi illa, at eg gekk har, bæði Stoltleika, Hugmôði, Erpinskapi og Verðsligum Heiðuri; hann visti, segði hann, at eg loypti ógvuliga ilt í bæði teir og aðrar, um eg gjørdi meg til spott, at eg sjaggaði í hesum dali.? Kristin: ?Nú; og hvat svaraði tú honum?? Trúfastur: ?Eg segði við hann, at víst kundu allir hesir, sum hann hevði nevnt, av røttum siga seg at vera skyldar við meg tað var satt, at teir vóru skyldmenn mínir eftir holdinum men síðani eg var vorðin pílagrímur, høvdu teir ikki viljað kenst við meg, og eg hevði eisini vent mær frá teimum; tí vóru teir nú fyri mær, segði eg, sum menn, ið eg aldri hevði verið skyldur við. Eg segði eisini við hann, at tað var heilt rangvørgt, ið hann segði um henda dal; tí ?undan falli er hjarta mansins stolt, men eyðmjúkleiki gongur undan heiður? (Orðt. ). Eg vildi tí fyrr, segði eg, ganga gjøgnum henda dal til tann heiður, sum hin vísasti metti so høgt í virði, enn velja tað, sum hann helt vara mest um at geva hjarta sítt til.? Kristin: ?Hendi teg einki annað í dalinum?? Trúfastur: ?Jú, eg møtti Skomm. Men millum allar teir, ið eg havi hitt á pílagrímsferð míni, haldi eg hann bera hetta navn av órøttum. Aðrar bar til at tosa við, og teir kundu fáast at dvína; men Skomm var so frekur, at ikki flættaðist við hann.? Kristin: ?Hvussu tá? Hvat segði hann við teg?? Trúfastur: ?Hvat hann segði! Ja, hann gjørdi álop á sjálva trúnna. Hann segði, at tað var neyðarsligt, lágt, trælakent fyri ein mann at leggja sær slíkt á hjarta. Hann segði, at tað var ómansligt at hava eina eyma samvitsku, og at tann maður, ið helt vakt yvir orðum og gerðum sínum og soleiðis gav upp tað stolta frælsi, sum teir sterku andarnir í okkara tíð hava vant seg til, hann gjørdi seg bara til spott nú á døgum. Tað setti hann eisini ímóti mær, at fáir av teimum vísu, mektigu og hábornu hildu sum eg ( Kor. Fil. ), og at ikki ein av teimum uttan so var, at hann var yvirtalaður til ein dára fór av fríum vilja at vera so býttur at vága alt, ið hann átti, fyri nakað, sum eingin veit nakað vist um. Hann lastaði eisini nógv niður á teir, sum vóru pílagrímar, at teir høvdu so lítið at týða, vóru av so vánaligum fólki og stóðu lægri enn hitt fólkið á teirra døgum, og so vóru teir so fákunnigir og vistu einki um nakran náttúruvitskap. Og hann segði við meg nógv meir av sama slagi, enn eg her havi sagt frá, millum annað, at tað var skomm at gráta, táið ein hoyrdi eina prædiku, og koma forsuffaður og tungur aftur til hús, at tað var skomm at biðja næsta sín um fyrigeving fyri smáar feilir ella lata aftur tað, ið ein við órætti hevði tikið. Hann segði eisini, at trúgvin skilti ein mann frá teimum stóru bert fyri nakrar fáar lastir ja, hann gav nú lastunum fínari nøvn og gjørdi hann til eitt við tey, sum einki høvdu at týða, og fekk hann at síggja nógv í teimum, bert tí tey trúðu tað sama sum hann. ?Og er ikki hetta skomm!? segði hann.? Kristin: ?Og hvat svaraði tú honum?? Trúfastur: ?Svaraði! Í fyrstuni visti eg ikki, hvat eg skuldi svara, ja, hann var mær so bágin, at eg rodnaði upp í andlitinum. Hetta sá Skomm eisini, og tá mundi hann rættiliga sett meg fastan. Men til endan kom mær í hug, at ?tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi? (Luk. ). Og tað kom eisini til mín, at hesin Skomm sigur okkum, hvat menniskju eru, men einki um, hvat Gud er ella orð hansara. Og eg mintist haraftrat, at á dómadegi verða vit ikki dømd til deyða ella lív eftir tí hástóra anda, sum heimurin hevur, men eftir lóg hins Hægsta. Eg hugsaði tí, at tað, ið Gud sigur, er best, um so øll í heiminum eru ímóti tí. Altso sá eg, at tey, ið trúgva og hava eina eyma samvitsku, standa best í Guds eygum, at tey, ið gera seg sjálv til dárar fyri Himmiríkis skuld, eru tey vísastu, og at tann fátæki, sum elskar Kristus, er ríkari enn tann størsti maður í heiminum, sum hatar hann, og tí segði eg við Skomm: ?Far frá mær! Tú ert frelsu míni ein fíggindi; skal eg halda við tær ímóti alvalda Harra mínum! Hvussu fái eg tá hugt honum í andlitið, táið hann kemur! Fór eg nú at skammast við leiðir hansara og tænarar hansara, hvussu kundi eg tá væntað mær signingina!? (Mark. ). Men eg mundi so sanniliga ikki sloppið frá hesum freka bartrognum Skomm, ja, hann helt á at elta meg og teska mær inn í oyrað, nú hetta og nú hatta um brekirnar, ið hanga uppi í trúnni. Men so segði eg honum til endan, at tað var honum nyttuleyst at gera fleiri slíkar royndir; tí hetta, sum hann vanvirdi, var tað, ið eg sá størstu æru í, og so slapp eg tá frá hesum persóni, sum slíkar trupulleikar voldi mær. Og táið eg hevði fingið hann at rýma, fór eg at syngja: Tær royndir, hesin óndi heimur ber tí, sum vil akta himmalkallið her, tær eru mangar, og tær viðhald fá í holdsins óndu, syndafullu trá; So um ein dag vit ikki halda vakt, vit falla skulu, meint í hjartað rakt. Á, minnist tá hvør pílagrímur til at vakja, biðja, um hann standa vil!? Kristin: ?Bróðir! Eg eri glaður, at tú so mansliga stóðst hesum ónda manni ímóti. Tí eg haldi, sum tú segði, at millum allar er hann tann, ið av órøttum ber navn sítt. Frekleiki hansara er so stórur, at hann eltir okkum úti á vegnum og roynir at gera okkum til skammar fyri øllum menniskjum við at fáa okkum at skammast við tað, ið gott er. Var hann ikki so frekur sjálvur, so beyð hann aldri til at bera seg at, sum hann ger. Men lat okkum blíva við at standa honum ímóti! Tí við øllum reypi sínum ?hjálpir? hann dárunum og ongum øðrum. ?Hini vísu arva heiður, men dárarnir fáa skomm í løn,? sigur Sálomon? (Orðt. ). Trúfastur: ?Eg hugsi, at vit, fyri at fáa hjálp móti Skomm, mugu rópa til hansara, sum vil hava okkum at stríðast fyri sannleikanum her í heiminumi.? Kristin: ?Tað er satt, ið tú sigur. Men sást tú ongan annan í dalinum?? Trúfastur: ?Nei, ongan annan sá eg; eg hevði sólskin alla restina av vegnum gjøgnum dalin, og somuleiðis gjøgnum Deyðaskuggadal.? Kristin: ?Tað var eisini væl; heilt øðrvísi gekst mær. Við tað sama sum eg var komin oman í dalin, kom eg í ein øgiligan og drúgvan bardaga við hin fúla djevulin Apollyon, ja, og eg hugsaði so vist, at hann drap meg, serliga táið hann fekk meg til fals og knúskaði meg undir sær, sum hann skuldi sorað meg sundur. Tí í tí hann feldi meg, neyg svørðið mær úr hondini, og hann segði við meg, at nú komst eg ikki undan honum. Men eg rópti til Gud, og hann hoyrdi meg og bjargaði mær úr trongdini. So fór eg inn í Deyðaskuggadal, og har gekk eg í myrkri næstan hálvan vegin gjøgnum dalin. Har væntaði eg meg hvørja løtu verða dripnan; men til endan lýsti av degi, og sólin kom undan, so at eg fekk gingið restina av vegnum nógv lættari og í friði.? Framvegis sá eg í dreyminum, at sum teir hildu fram, sá Trúfastur, einaferð hann kom at hyggja til viks, ein mann, sum æt Prátari, og sum gekk sama veg sum teir, eitt sindur burturfrá; tí har sum teir nú vóru staddir, var gott pláss hjá teimum øllum at ganga. Tað var ein stórur maður, og hann sá væl dámligari út nakað burturfrá enn tætt hjá. Henda mann fór nú Trúfastur at tosa við, hann segði: ?Vinur mín! Hvar ætlar tú tær? Ert tú á veg til hitt himmalska landið?? Prátari: ?Tað er staðið, ið eg fari til.? Trúfastur: ?Tað var gott! So vóni eg, at vit fáa ta gleði at fylgjast við tær.? Prátari: ?Mær dámar ógvuliga væl at fylgjast við tykkum.? Trúfastur: ?Kom so og lat okkum ganga saman, og lat okkum brúka tíðina at tosa um okkurt, sum kam vera okkum til gagn!? Prátari: ?Tað dámar mær sera væl, at tosa um tað, ið gott er, við tykkum ella hvønn tað er, og eg eri glaður, at eg havi hitt menn, sum hava hug til slíkt gott; tí satt at siga eru ikki mong, ið tíma at brúka tíð sína til tað, táið tey eru á ferð; teimum dámar nógv betur at tosa um tað, sum einki gagn ger, og tað hevur mangan verið mær so trupult.? Trúfastur: ?Ja, tað er vist, at slíkt er harmiligt; tí hvat kann vera so nógv vert hjá fólki at brúka tungu og munn til her á jørðini sum at tosa um Gud og Himmalin.? Prátari: ?Teg dámar mær ógemeina væl, tí tú tosar sum tann, ið fult vist veit, hvat hann sigur. Og eg leggi aftrat: Hvat kann gleða ein so, og hvat kann vera til slíka nyttu, sum at tosa um tað, ið hoyrir Gudi til! Ja, hvat kann gleða ein so tað vil siga soframt sum ein hevur nakra gleði í tí, sum undurfult er! Til dømis: Dámar einum manni at tosa um søguna ella um tað loynda, ella dámar honum at tosa um mirakul, undur og tekin hvar finnur hann tað so vakurt frásagt, so yndisliga niðurskrivað, sum í skriftini!? Trúfastur: ?Satt er tað. Men høvuðsendamálið, táið vit tosa um slíkt, eigur tó at vera at fáa uppbygging.? Prátari: ?Tað er tað, ið eg sigi; tí at tosa um slíkt er sera gagnligt; tað veitir einum manni kunnleika um so mangt, til dømis um, hvussu tómt alt er her á jørðini, og hvussu nógv virði tað himmalska hevur. Eitt er nú, hvussu neyðugt tað er at verða føddur av nýggjum, hvussu verk okkara heilt ikki eru nóg mikið, hvussu vit treingja til Kristi rættvísi o.s.fr. alt tílíkt verður greiðari av slíkum tosi, enn tað annars er. Eisini kann ein harav fáa skil á, hvat umvending er, hvat tað er at trúgva, biðja, líða o.s.fr. Harav kann ein eisini sær til uppbygging læra at skilja evangeliums stóru lyfti og troyst. Og meiri enn: Ein kann harvið læra at teppa teir, sum hava skeivar meiningar, somuleiðis at læra tey fákunnigu.? Trúfastur: ?Alt hatta er satt, og eg eri glaður at hoyra teg siga tað.? Prátari: ?Tíverri eru so fá, sum skilja, at trúgv má til, og at teimum tørvar, at náðiverkið verður gjørt í sálum teirra, so tey kunnu fáa ævigt lív; og hetta er so, júst tí so lítið verður tosað um slíkt; tí livir fólk í fákunnu og heldur seg til lógverk, sum menniskjan jú als ikki kemur í Himmalin við.? Trúfastur: ?Men gev mær loyvi at siga eitt! Himmalskur kunnleiki um hetta er Guds gáva; eingin fær hana við egnari kraft ella við bert at tosa um tað.? Prátari: ?Hetta veit eg alt samalt sera væl! Tí eitt menniskja kann einki fáa, uttan tað verður tí givið av Himli; alt hetta er av náði, ikki av verkum; eg kundi tikið til eini hundrað skriftstøð, sum prógva hetta.? Trúfastur: ?Ja, ja; men hvat skulu vit nú velja okkum sum grundarlag fyri samtalu okkara?? Prátari: ?Hvat tú vilt! Eg skal tosa um tað himmalska ella tað jørðiska, um tað, ið viðvíkur siðalæruni, ella tað, ið viðvíkur evangeliinum, um andaligt ella verðsligt, um tað farna ella tað komandi, um fremmant ella heimligt, um tað grundleggjandi ella um tað, ið hevur við tilfellið at gera bert tað alt kann vera okkum til gagns.? Nú fór Trúfastur at undrast; hann fór yvir til Kristin, sum alla hesa tíð hevði gingið eitt sindur burturfrá, og segði spakuliga við hann: ?Tað er ikki eiti av fylgissveini, ið vit hava fingið! Hesin maður verður vist ein frálíkur pílagrímur.? Av hesum smíltist Kristin eitt sindur og segði: ?Hesin maður, sum tú ert so hugtikin av, kann við tungu síni narra tjúgu, sum ikki kenna hann.? Trúfastur: ?Kennir tú hann tá?? Kristin: ?Kenni hann! Ja, betur, enn hann kennir seg sjálvan!? Trúfastur: ?Góði, sig mær, hvør hann er!? Kristin: ?Hann eitur Prátari og býr í býi okkara; eg undrist á, at tú kennir hann ikki, men býur okkara er so stórur.? Trúfastur: ?Men hvørs sonur er hann? Hvar umleið býr hann?? Kristin: ?Hann er sonur ein, sum eitur Tosarvæl og býr í Prátistræti; øll har á leið eru kunnig við navnið Prátari í Prátistræti; men hann er eitt neyðardýr, tóat hann hevur so góða tungu.? Trúfastur: ?so! Og hann tykist at vera so makaleysur.? Kristin: ?Ja, tað halda tey, sum ikki kenna hann so væl; hann er bestur, har sum hann ikki er so kendur; heima er hann einki fólk. Táið tú sigur, at hann er so makaleysur, kemur mær í hug, at so er tað við myndunum, ið málaðar verða; tær síggja best út burturfrá; tætt við eru tær einki vakrar.? Trúfastur: ?Men eg eri um at trúgva, at tú skemtar bert, við tað at tú smíltist.? Kristin: ?Víst smíltist eg; men Gud forbjóði, at eg skuldi skemtað við slíkum ella við ongari grund reist klagu móti nøkrum! Men eg skal siga tær nakað meir um hann. Hesin maður hóskar saman við øllum, og hann kann tosa um alt. Sum hann tosar við teg nú, so tosar hann í ølstovuni, og tess meir hann kennir til, tess meiri svarvar hann um slíkt. Trúgvin eigur einki pláss, hvørki í hjarta, húsi ella atburði hansara; í tunguni liggur alt, hann eigur, og trúgv hansara er einki uttan møsn.? Trúfastur: ?Hvat sigur tú! So eri eg stórliga narraður av hesum manni.? Kristin: ?Narraður! Ja, ivast ikki í tí! Minst til orðið, ið sigur: ?Teir siga tað víst, men teir gera tað ikki? (Matt. ), og: ?Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft!? ( Kor. ). Hann tosar um bøn, um umvending, um trúgv og um at vera føddur av nýggjum; men at tosa um tað er alt, ið hann dugir. Eg havi verið inni hjá honum og havi ansað eftir honum bæði heima og úti, og eg veit, at tað er satt, ið eg sigi um hann. Tað er líka lítil gudsótti í húsi hansara, sum smakkur er í eggjahvíta. Har er hvørki bøn ella tekin til angur um syndina, ja, eitt kríatúr dýrkar á sín hátt Gud mangan betur enn hann! Júst hann er øllum teimum, ið kenna hann, ein plettur, ein skomm og eitt spott fyri trúnna (Róm. ). Trúgvin er komin í ringt orð hjá nærum hvørjum menniskja í tí partinum av býnum, har sum hann býr, og tað er hansara skuld. Vanlig fólk, sum kenna hann, siga: Eingil úti, djevul heima.? Tað kunnu hansara ørmu húsfólk sanna. Hann er eitt slíkt ótýggi; hann skeldar arbeiðsfólk síni og er so órímiligur við tey, at tey vita hvørki, hvat tey skulu gera, ella hvat tey skulu siga, fyri honum. Teir, ið hava nakað við hann at gera, siga, at teir vildu fyrr havt við turkar at gjørt; teir høvdu borið seg frægari at móti teimum enn hann. Bert tað er gjørligt, so er hesin Prátari upp á bakið á teimum; hann svíkir teir, narrar teir snýtir teir. Og haraftrat venur hann synir sínar upp til sama atburð, og sær hann hjá onkrum av teimum eitt býtt himpr tí so rópar hann tað, táið ein eym samvitska byrjar at vísa seg so kallar hann teir dárar og grótheilar og vil einki arbeiði lata teir fáa, ei heldur leggja eitt gott orð inn fyri teir hjá øðrum. Eg trúgvi nú fyri mín part, at hann hevur við ringa lívi sínum fingið mangan at snáva og falla, og forðar Gud tí ikki, so forkemur hann mongum enn.? Trúfastur: ?Ja, bróðir, eg eri noyddur at trúgva tær, ikki bert tí tú sigur, at tú kennir hann, men eisini tí tú dømir um hann sum ein kristin. Tí eg kann ikki trúgva, at tú sigur hetta av illvilja, men at tað er, sum tú sigur.? Kristin: ?Hevði eg ikki vitað meiri um hann enn tú, so kundi eg kanska hildið tað sama um hann sum tú í fyrstuni. Ja, og høvdu tað verið bert teir, ið eru fíggindar av trúnni, sum høvdu sagt so um hann, so hevði eg trúð, at tað var útspilling um jú ónd menniskju mangan við munninum ríva niður bæði navnið á góðum monnum og vitnisburð teirra; men eg kann av egnari roynd prógva, at hann er sekur í øllum hesum, ja, og í mongum øðrum líka ringum. Og góð fólk hava skomm av honum; tey fáa hvørki kallað hann bróður ella vin; bert navn hansara verður tikið upp á tunguna, rodna tey, sum kenna hann.? Trúfastur: ?Jú, eg skilji, at tað er hvørt sítt at tosa og at gera, og eg skal hereftir akta betur eftir muninum á hesum.? Kristin: ?Tað er sanniliga hvørt sítt, og tað er líka stórur munur á teimum sum á sál og likami; tí sum kroppurin uttan sál einki annað er enn eitt deytt ræ, líka so lívleyst er bert tos, táið einki annað fylgir við. Sálin í gudsdýrkan er at gera eftir tí, ið ein sigur. ?Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum? (Ják. ). Hetta dugir Prátari ikki at síggja; hann heldur, at bert ein hoyrir og tosar, so er hann ein góður kristin, og soleiðis dárar hann sína egnu sál. At hoyra er bert, sum táið sáðið verður sáað, og bert tos er ov lítið til at prógva, at nøkur sonn frukt er í hjarta og lívi; vit skulu ikki ivast í, at á dómadegi verða menniskju dømd eftir ávøkstum sínum (Matt. ). Tá verður spurt, ikki bert eftir trúgv, men um hon leiddi til verk ella til bert tos og eftir hesum verða tey dømd. Endin á tíðini er líknaður við heystið hjá okkum (Matt. ), og tú veitst, at um heystið leggja menn í einki uttan ávøkst. Ikki so, at nakað verður góðkent, sum ikki er av trúgv; men eg sigi hetta fyri at vísa tær, at vitnisburðurin hjá Prátara fer ongan týdning at hava hin dag.? Trúfastur: ?Hetta fær meg at minnast tað, ið skrivað er hjá Mósesi um tað reina dýrið ( Mós. Mós. ). Tað er tað, sum hevur kleyvar og jótrar, ikki tað, sum bert hevur kleyvar, ella sum bert jótrar. Haran jótrar, men er tó órein, tí hon hevur ikki kleyvar. Og hetta er sera líkt Prátara; Hann jótrar tað vil siga, hann søkir sær kunnskap og jótrar soleiðis orðið; men hann hevur ikki kleyvar tað vil siga, hann vendir ikki syndaleiðini bakið; nei, eins og haran hevur hann hunda ella bjarnalabbar og er tí óreinur.? Kristin: ?Dugi eg at skilja teg rætt, so er hatta, ið tú hevur sagt, tann sanni evangeliski týdningurin av hasum skriftstøðunum. Og eg skal leggja eitt aftrat: Paulus kallar summi fólk ja, og eisini hesi, sum duga so ógvuliga væl at tosa hann kallar tey ljóðandi málm og klingandi bjøllu ( Kor. ), sum hann sigur eina aðra staðni: ?Lívleysir lutir, ið geva ljóð frá sær? ( Kor. ). Lívleysir lutir, tað meinast við slík, sum hvørki hava sanna trúgv ella náði evangeliums, og sum tí aldri fáa pláss í Himmiríkis ríki millum teirra, sum eru lívsins børn, tóat tað av tosi teirra kann ljóða, sum tey høvdu einglatungu og rødd.? Trúfastur: ?Ja, tóat mær dámdi so væl at fylgjast við honum, so eri eg sjúkur av tí nú. Hvat skal eg gera fyri at sleppa frá honum?? Kristin: ?Eg skal leggja tær ráð; ger, sum eg sigi tær, so skalt tú fáa at síggja, at hann verður skjótt líka sjúkur av at fylgjast við tær, uttan so er, at Gud rørir hjarta hansara og umvendir tað!? Trúfastur: ?Hvat vilt tú hava meg at gera?? Kristin: ?Far nú til hansara og gev teg í álvarsama samtalu við hann um kraftina í trúnni! Táið hann so hevur givið tær viðhald í hesum og tað ger hann spyr hann tá beint fram, um henda kraft virkar í hjarta hansara, í húsi hansara og í lívi hansara!? Trúfastur fór nú yvir aftur til Prátara og segði við hann: ?Kom higar! Nú, hvussu er hýrurin? Hvussu stendur til?? Prátari: ?Takk, tað stendur væl til! Eg hugsaði í áðni, at vit skuldu hava eina langa samtalu.? Trúfastur: ?Ja, hevur tú hug til tað, so skulu vit byrja nú; og síðani tú hevur givið mær loyvi at gera av, hvat vit skulu tosa um, so lat tað vera hetta: Hvussu opinberar Guds frelsandi náði seg, táið hon er í menniskjans hjarta?? Prátari: ?Eg skilji tá, at tos okkara kemur at vera um máttin í ymiskum. Ja, tað er eitt gott evni, og eg eri til reiðar at svara tær. Og svar mítt er í stuttum hetta. Fyri tað fyrsta: Har sum Guds náði er í hjartanum, virkar hon eitt hart róp móti syndini. Fyri tað annað ? Trúfastur: ?Nei, bíða, lat okkum hyggja at einum í senn! Eg hugsi, tað var beinari, tú segði, at hon vísir seg við at fáa sálina at skýggja syndina.? Prátari: ?Íðan, íðan! Men hvør munur er á at rópa móti syndini og at skýggja hana!? Trúfastur: ?Munurin er ikki so lítil. Tað kann vera bara lótir, um ein rópar móti syndini; men skýggja hana kann eingin uttan við kraftini frá tí mótvilja móti henni, sum kemur av at óttast Gud. Eg havi hoyrt mangar staðið á prædikastólinum og rópt móti syndini, sum sera væl fingu hildið fast við hana í hjarta sínum, í húsi sínum og í lívi sínum. Kona Potifar rópti hart, sum hon skuldi verið so góð og heiløg, og tó vildi hon fegin drivið hor við Jósefi ( Mós. ). Summi deila inn á syndina, á sama hátt sum táið mamman deilir barnið í fangi sínum og kallar tað eitt ljótt og óskikkiligt barn og síðani tekur tað í favnin og kyssir tað.? Prátari: ?Tú setur eina fellu fyri meg, síggi eg.? Trúfastur: ?Tað geri eg ikki! Eg sigi bert viðurskiftini, sum tey eru. Men hvat var annað, ið tú ætlaði tær at nevna, sum prógvaði náðiverkið í hjartanum?? Prátari: ?Nógvur kunnleiki um loyndardómarnar í evangeliinum.? Trúfastur: ?Hetta merkið skuldi komið fyrst; men antin tað er fyrst ella síðst, so er tað líka falskt; tí ein kann fáa kunnskap, og tað stóran, um loyndardómarnar í evangeliinum og tó einki náðiverk hava í sálini. Ja, ein kann eiga allan kunnskap og tó vera einki, altso ikki eitt Guds barn ( Kor. ). Táið Kristus segði: ?Hava tit skilt alt hetta?? og lærisveinarnir svaraðu: ?Ja!? tá legði hann aftrat: ?Sælir eru tit, um tit gera tað.? Hann sigur ikki, at tann er sælur, sum veit, men tann, sum ger. Tí ein kunnleiki er, sum ikki førir til verk: ?Tann, sum kennir vilja Harra síns og ikki ger eftir honum.? Ein maður kann vita líka væl sum ein eingil og kortini eingin kristin vera; prógv títt er tí ikki álítandi. Jú, at vita, tað er tað, ið prátarum og skrøggarum dámar; men at gera, tað er tað, ið Gud hevur gleði í. Sjálvsagt kann hjartað ikki vera gott fyri uttan kunnskap; tí uttan hann er hjartað deytt. Tað eru tí tvey sløg av kunnskapi. Eitt er at hava tann kunnskap, sum bert kemur av at hugsa um alt hetta ymiska; eitt annað er at hava tann kunnskap, sum fylgist við kærleikans náði og trúgv, og sum fær mannin at gera Guds vilja av hjarta. Hitt fyrra slagið heldur prátarin vera nóg mikið; men ein sannur kristin gevur seg ikki til tols, uttan hann hevur hitt seinna slagið. ?Gev mær vit! So skal eg akta eftir lóg Tíni og halda hana av øllum hjarta mínum!?? (Sálm. ). Prátari: ?Nú setur tú uppaftur eina fellu! Eingin uppbygging er í hesum.? Trúfastur: ?Ja, men legg so fram eitt tekin enn fyri, hvussu hetta náðiverk vísir seg, har sum tað er!? Prátari: ?Eg geri tað ikki; tí eg síggi, at vit koma ikki ásamt.? Trúfastur: ?Ja, vilt tú ikki, so lova mær at gera tað!? Prátari: ?Tað kanst tú gera, sum tú vilt.? Trúfastur: ?Náðiverkið í sálini vísir seg annaðhvørt fyri honum, ið hevur tað, ella fyri teimum, ið hann umgongst. Fyri honum sjálvum vísir tað seg soleiðis: Tað fær hann at sanna, at hann er ein syndari; serliga vísir tað honum á, hvussu spilt náttúra hansara er, og á vantrúnna, sum er tann synd, ið hann er vissur at verða fordømdur fyri, so satt sum ikki Guds hond ger honum miskunn við trúnni á Jesus Kristus (Jóh. Róm. Mark. ). At hann sær og følir hetta, virkar í honum sorg um syndina og fær hann at skammast um hana (Jer. ). Men hann finnur eisini opinberaðan í sær Heimsins Frelsara og kennir, at tað er á hann og bert á hann, ið hann nú má líta fyri at vinna lív. Hetta fær hann at hungra og tysta eftir honum, og tað er hesin hungur og tosti, ið eigur lyftini (Sálm. Jer. Gal. Áp. Matt. Op. ). Sum nú trúgv hansara á Frelsaran er sterk ella veik, so verður eisini gleði og friður hansara, longsil hansara eftir heilaggering, ynskið í honum eftir at kenna Frelsaran meir og tæna honum her í heiminum. Men hóast náðiverkið soleiðis opinberast í honum, so er tað sjáldan, ein slíkur er førur fyri at skilja, at hetta er eitt verk av náði; tí tann viðfødda spillan í honum og vit hansara, sum er misbrúkt, fær hann at døma skeivt í hesum. Tann, ið hetta verður virkað í, má tí hava eina ógvuliga óspilta dømikraft, um hann altíð skal kunna skilja, at hetta er eitt náðiverk. Fyri teimum, ið hann umgongst, vísir tað seg soleiðis. Fyri tað fyrsta: Hann játtar trúgv sína á Kristus sum tann, ið veit, hvat hann ger (Róm. ). Fyri tað annað: Hann livir eftir tí, ið hann ber vitnisburð um, tað vil siga, hann livir eitt heilagt lív, bæði innanhýsis og uttanhýsis, og hann er heilagur í hjartanum. Hetta lærir hann sum oftast av hjarta at skýggja ta loyndu synd sína og seg sjálvan fyri hana; hann arbeiðir ímóti syndini í húsi sínum og roynir allastaðni at fremja heilagleika, ikki við berum tosi, sum ein hyklari ella ein prátari kann gera; nei, við trúgv og kærleika og í orðsins kraft áminnir hann. Og nú, góði vinur, hevur tú nakað at siga ímóti hesum, sum eg her stutt havi greitt frá um náðiverkið, og hvussu tað vísir seg, so sig til, og um ikki, so gev mær loyvi at seta tær ein spurning enn!? Prátari: ?Nei, eg havi einki at siga ímóti, eg má bara lurta eftir! Lat meg tí hoyra tann næsta spurningin!? Trúfastur: ?Tað er hetta: Kanst tú av sonnum siga, at hatta fyrra, ið eg greiddi frá, passar upp á teg? Og ber lív títt og atferð tín vitnisburð um tað sama? Ella hevur tú trúnna bert í orðum og á tunguni og ikki í verki og sannleika? Men ger so væl um tú ert sintur at svara mær upp á hetta at tú sigur ikki meir, enn tú veitst, at Gud í Himli sigur amen til, og einki annað, enn samvitska tín vitnar, er satt! Tí ikki tann stendur royndina, sum gevur sær sjálvum viðmæli nei, tann, sum Harrin gevur viðmæli ( Kor. ). Harumframt er tað stórt gudloysi at siga: ?Eg eri so og so,? táið bæði atferð mín og allir grannar mínir siga mær, at eg lúgvi.? Av hesum rodnaði Prátari fyrst; men so menti hann seg aftur og svaraði: ?Nú ert tú farin at tosa um royndir, um samvitskuna, um Gud, og tú vilt hava hann at siga gott fyri tað, ið sagt er. Tað var ikki eina slíka samtalu, ið eg væntaði, og ei heldur eri eg hugaður at svara til slíkar spurningar og haldi meg ikki vera skyldigan til tað uttan so er, at tú heldur teg vera dómara mín, og at eg eigi at skrifta fyri tær! Men má eg spyrja: Hví setur tú mær slíkar spurningar?? Trúfastur: ?Tí eg sá, at tær dámdi so væl at tosa, og tí eg visti ikki, um tú hevði nakað annað enn kunnskap. Men harumframt fyri at siga tær, sum er havi eg hoyrt um teg, at tú ert ein maður, hvørs gudsótti er bert tos, og at allur atburður tín ger vitnisburð tín til lygn. Tey siga, at Guds børn hava skomm av tær, og at gudleysa lív títt hevur komið kristindóminum í ringt orð, at ógudligu leiðir tínar hava longu ført mong í fall, og at vandi er fyri, at tær forkoma fleiri enn. Tað sigst, at gudsótti tín hóskar væl saman við ølstovuna, havisjúku, óreinsku, bannan, lygn og gudleysa samveru. Orðtakið, ið sigur um skøkjuna, at hon ger øllum kvinnum fyri skommum, tað hóskar upp á teg; soleiðis gert tú øllum, sum játta trúnna, fyri skommum.? Prátari: ?Táið tú ert so kvikur at lurta eftir slatri og fella dóm, so má eg halda, at tú ert eitt knarr, sum eingin stuttleiki er at tosa við, og tí farvæl!? Nú kom Kristin yvir og segði við bróður sín: ?Segði eg tær ikki, hvussu fór at ganga! Orð tíni og syndalystir hansara einast ikki; hann rýmdi fyrr frá tær, enn hann vildi umbroyta lív sítt, og nú er hann farin, sum eg segði. Men lat hann fara! Tað er ongum nakar missur uttan honum sjálvum; nú slapp hann okkum frá tí ómaki at rýma frá honum. Hann verður tann, ið hann er, tað ivist eg ikki í, og so hevði hann bara gjørt okkum fyri skommum, fylgdust vit við honum. Og umframt hetta, so sigur jú ápostulin: ?Frá slíkum skalt tú venda tær burtur? ( Tim. ).? Trúfastur: ?Men eg eri glaður, at vit høvdu hesa lítlu samtalu við hann; tað kann bera á, at hon kemur honum aftur í hug. Ið hvussu er havi eg talað beint fram við hann, og eg eri ikki sekur í blóði hansara, um hann so fortapist.? Kristin: ?Tú gjørdi beint í at tala so beint fram við hann, sum tú gjørdi; tað er ikki mangur, sum er nóg trúfastur til at gera so nú á døgum, og tað fær kristindómin at lukta so illa í nøsini á mongum. Hesir dárarnir, sum práta so nógv, hvørs trúgv er ber orð, og sum liva eitt ringt og fáfongt lív, teir seta ein blett á kristindómin og volda teimum sannhjartaðu sorg, og heimurin dugir ikki at fata, at tey, ið óttast Gud, taka slík so nógv inn í felagsskap við seg. Eg vildi, at øll skuldu gjørt við slík, sum tú gjørdi; so hevði annaðhvørt kristindómurin fingið meiri ræði á teimum, ella hevði tað verðið teimum ov heitt at verið saman við teimum heiløgu.,? Tá segði Trúfastur: ?Sum Prátari seg pretnan, ívnan ger, sum prát hans ráðisligt og óført er! Men táið Trúfastur til hjartað talar, sum mánin móti niðu ljós hans dalar. So gongst, har trúgvin bert er orðanøgd og eingin hjartasak, ber svikabrøgd.? Teir fylgdust nú og tosaðu um tað, ið teir høvdu sæð á leiðini; hetta lætti teimum um ferðina, sum annars óivað hevði fallið teimum troyttandi nú, við tað at teir gingu gjøgnum eina oyðimørk. Táið teir so høvdu gingið nærum gjøgnum alla oyðimørkina, var Trúføstum hyggjandi aftur um seg, og hann rakti tá við ein, sum kom aftan á teimum, og hann kendi hann. ?Á,? segði Trúfastur við bróður sín, ?sært tú, hvør ið har kemur?? Kristin hugdi nú og segði: ?Hatta er góði vinmaður mín Evangelistur.? ?Ja, og góði vinmaður mín við,? segði Trúfastur; ?tí hann var tann, ið vísti mær vegin til portrið.? Evangelistur fekk teir tá aftur, og hann heilsaði teimum við hesum orðum: ?Friður veri við tykkum, tit stórliga elskaðu, og friður veri við honum, ið hjálpir tykkum!? ( Krøn. ). Kristin: ?Vælkomin, vælkomin, Evangelistur góði! Táið eg síggi andlit títt, minnist eg góðsku tína í farnum tíðum, og hvussu tú ikki troyttaðist at virka fyri ævigu vælferð míni.? Trúfastur: ?Ja, túsund ferðir vælkomin, Evangelistur kæri! Sanniliga dámar okkum neyðar pílagrímunum at fylgjast við tær!? Evangelistur: ?Hvussu hevur tykkum gingist, vinir mínir, síðani vit skiltust seinast? Hvat hevur hent tykkum, og hvussu hava tit borið tykkum at?? Kristin og Trúfastur søgdu honum tá frá øllum, ið teir hevði hent á vegnum, hvussu teir vóru komnir so langt, og hvørjar trupulleikar teir høvdu barst við. Evangelistur: ?Eg eri sanniliga glaður, ikki um, at tit hava havt trupulleikar, men um, at tit eru komnir sigrandi ígjøgnum teir, og um, at tit hava hildið hesa leið fram líka til henda dag, um tit so mangan hava verið veikir. Sum eg sigi, hetta havi eg verið glaður um, bæði fyri mína og fyri tykkara skuld; eg havi sáað, og tit hava heystað, og dagurin kemur, táið teir skulu gleða seg saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar (Jóh. ) um so er, at tit halda á; tí tit skulu heysta í síni tíð, so satt sum tit geva ikki uppat (Gal. ). Krúnan er framman fyri tykkum, og hon er óforgeingilig; rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana! ( Kor. ). Summi halda avstað at vinna hesa krúnu, og táið tey hava gingið langt fyri at fáa hana, so kemur ein annar og tekur hana frá teimum. Haldið fast við tað, sum tit hava, fyri at eingin skal taka krúnu tykkara! (Op. ). Djevulin hevur tykkum í skotmáli enn. Enn hava tit ikki gjørt mótstøðu líka til blóðið í bardaga tykkara móti syndini (Heb. ). Havið altíð kongaríkið fyri eyga og trúgvið fast á tað ósjónliga! Latið einki hesumegin hin komandi heim fáa vald á tykkum, og fram um alt, ansið væl eftir tykkara egna hjarta og tess lystum, tí svikafullari er tað enn alt annað, og ónt er tað hvør kennir tað! (Jer. ). Gerið andlit tykkara hart sum stein (Es. ), tí alt vald í Himli og á jørð er í parti við tykkum!? Kristin takkaði honum nú fyri áminningina, men segði eisini við hann, at teimum hevði dámt, at hann tosaði okkurt meir við teir, sum kundi vera teimum ein hjálp restina av vegnum, serliga tí teir vistu væl, at hann var profetur og dugdi at siga frá tí, ið kundi koma at henda teir, og hvussu teir tá kundu standa ímóti og vinna sigur. Trúfastur tók eisini undir við Kristini í hesum. Evangelistur fór tá at tala. Hann segði: ?Synir mínir! Sannleiksorð evangeliums hevur sagt tykkum, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, tit skulu ganga inn í ríki Guds (Áp. ), og somuleiðis, at á hvørjum plássi bíða tykkum bond og trongdir (Áp. ). Tit kunnu tí ikki vænta, at tit skulu ferðast langt á pílagrímsferð tykkara og ongum slíkum møta á ein ella annan hátt; tit hava longu sjálvir roynt nakað av sannleikanum í hesum vitnisburðum, og tit koma skjótt at royna meir. Tí sum tit síggja, eru tit skjótt komnir gjøgnum hesa oyðimørk, og tað verður tí ikki leingi, inntil tit koma inn í ein bý, sum tit brátt fara at síggja framman fyri tykkum. Í hesum býi skulu fíggindar fara illa við tykkum, og teir skulu fara at liggja tykkum hart eftir lívinum; tit kunnu vera vísir í, at annar tykkara um ikki báðir kemur við blóði sínum at seta segl á vitnisburðin, ið tit bera. Men verið trúgvir til deyðan, so skal Kongur geva tykkum lívsins krúnu! (Op. ). Hann, ið doyggja skal har, verður lukkuligari staddur enn felagi hansara, tóat hann ikki fær ein natúrligan deyða, og tóat hann kanska verður nógv píndur; tí ikki bert kemur hann tess fyrr í Himmalstaðin, men hann sleppur undan mongum líðingum, sum hin kemur at ganga ígjøgnum restina av ferðini. Men táið tit koma til henda bý, og tað gongur út, sum eg nú havi sagt tykkum, minnist tá vin tykkara, berið tykkum at sum menn ( Kor. ), gevið hinum trúfasta skapara upp sálir tykkara og gerið hitt góða!? ( Pæt. ). Eg sá nú í dreyminum, at táið teir vóru komnir út úr oyðimørkini, sóu teir við tað sama framman fyri seg ein bý, sum æt Fáfongd. Í hesum býi varð hildin ein marknaður, sum æt Fáfongdarmarknaður, bæði tí býurin, sum hann verður hildin í, er lættari enn tað, ið tómt er (Sálm. ), og eisini tí alt, ið har verður selt, ella sum verður ført hagar, er tómt sum vísmaðurin sigur: ?Alt tað, ið kemur, er fáfongd? (Præd. ). Hesin marknaður er ikki stovnaður nýliga; hann hevur verið líka frá fyrndini. Eg skal siga tykkum frá uppruna hansara. Tætt við ár herfyri vóru pílagrímar á ferð til Himmalstaðin eins og hesir báðir skilamenninir. Be'elzebub, Apollyon, Legión og felagar teirra, sum høvdu eyguni eftir, hvussu pílagrímarnir ferðaðust, sóu tá, at leið teirra til Himmalstaðin gekk beint ígjøgnum henda býin, Fáfongd. Tí funnu teir uppá at stovna ein marknað her, ein marknað, har seld skuldu verða øll sløg av fáfongd, og sum skuldi vera opin alt árið. Á hesum marknaði eru tí at fáa til keyps slíkar vørur sum: Hús, jørð, handlar, embæti, riddara og aðrir krossar, heiðursnøvn, lond, kongaríki, holdslystir, gleðir, alskyns stuttleikar, skøkjur, horuhús, konur, børn, húsbóndafólk, tænarar, lív, blóð, likam, sálir, silvur, gull, perlur, dýrir steinar og mangt annað. Framvegis er á hesum marknaði altíð at síggja: Gyklarar, svíkjarar, spøl, sjónleikir, spott, apur, skálkar og landastrok, og tað av øllum sløgum. Fyri einki kann ein eisini altíð síggja har: Tjóvar, manndráparar, horkallar, meinsvornar, allar blóðreyðar á liti. Og eins og á øðrum vanligum marknaðum eru har gøtur og vegir, hvørt við sínum navni, har hasar og hasar vørur eru at selja. Somuleiðis eru serlig torg, serligar gøtur og serligir vegir (t.e. lond og kongaríki), har ein vissast kann fáa vørurnar á hesum marknaði. Har er Bretlandsgøta, Fraklandsgøta, Italiagøta, Spaniagøta og Týsklandsgøta, har ymisk sløg av fáfongd eru at selja. Men sum á einum og hvørjum marknaði er onkur høvuðsvøra. Vørurnar hjá Róm eru t.d. hildnar at hava ógvuliga nógv virði har, tóat okkara egna fólk tað bretska og nøkur fá onnur ikki halda so mikið um tær. Sum eg havi sagt, gongur vegurin til Himmalstaðin beint ígjøgnum býin, har sum hesin stuttleikamarknaður verður hildin, og tann, ið ætlar sær til Himmalstaðin og ikki vil fara gjøgnum henda bý, noyðist at fara úr heiminum ( Kor. ). Um tað so var Konganna Kongur, so noyddist hann, táið hann var her, at ferðast gjøgnum henda bý heim í land sítt. Og tað var ikki smávegis dagur heldur; tí minnist meg rætt, so var tað Be'elzebub, hann, sum er hægsti fyristøðumaður á marknaðinum, ið beyð honum at keypa av fáfongdum sínum, ja, ætlaði at gera hann til fyristøðumann á marknaðinum, bert hann vildi vísa honum heiður, táið hann ferðaðist gjøgnum býin. Ja, við tað at hann var ein so mætur persónur, so fór Be'elzebub úr einari gøtuni í aðra við honum og vísti honum eftir eini løtu øll ríki í heiminum og vitaði, um hann fekk ikki lokkað hin Vælsignaða at keypa nakrar av fáfongdum sínum. Men honum dámdi ikki vørurnar, so hann fór úr aftur býnum og hevði ikki keypt fyri so mikið sum eitt tveyoyra av hesum fáfongdum. Hesin marknaður hevur soleiðis verið til frá fyrndini og er ógvuliga stórur. Pílagrímarnir vóru, sum eg segði, noyddir at ferðast um henda marknað, og teir fóru tí inn hagar. Men eg sá, at teir vóru ikki meir enn innkomnir, tá kom røringur í á øllum marknaðinum, ja, í allan býin, og alt fólkið tyrptist rundan um teir. Grundirnar til hetta vóru fleiri. Fyri tað fyrsta: Pílagrímarnir vóru í klæðum, sum ikki líktust teimum, ið øll hini gingu í, sum vitjaðu marknaðin. Fólkið á marknaðinum stardi tí ógvuliga upp á teir; summi søgdu, at teir vóru býttir, summi, at teir vóru óðir, og summi, at teir mundu vera útlendskir. Fyri tað annað: Líka bilsin sum útsjónd teirra gjørdi tey, líka bilsin vórðu tey av málinum, ið teir tosaðu; tí fá skiltu tað, ið teir søgdu. Teir tosaðu sjálvsagt tungumál Kána'ans, men hinir, sum hildu marknaðin, hoyrdu hesum heimi til; hvar teir so vóru staddir á marknaðinum, vóru teir og fólkið har fremmand hvør fyri øðrum. Fyri tað triðja: Keypmenninir flentu at hesum pílagrímum, tí teir løgdu einki í vørur teirra, tímdu ikki so frægt sum at hyggja at teimum. Og spurdu teir teir, um teir vildu ikki keypa, so stungu teir fingrarnar í oyruni og róptu: ?Vend eygum mínum burtur frá at skoða fáfongd!? (Sálm. ) og hugdu uppeftir sum tekin uppá, at borgaraskapur teirra var í Himli (Fil. ). Ein, sum kom at leggja til merkis, hvussu hesir menn bóru seg at, segði háðandi við teir: ?Hvat skulu tit keypa?? Men teir hugdu álvarsamt upp á hann og svaraðu: ?Vit keypa sannleika!? (Orðt. ). Av hesum vórðu teir enn meiri vanvirdir; teir spottaðu, háðaðu og lastaðu teir og róptu á aðrar at banka teir. At endan tyrptist fólkið saman, og ógvuligur gangur gjørdist á marknaðinum, so alt gjørdist ein ruðuleiki. Boð varð við tað sama sent eftir fyristøðumanninum fyri marknaðinum; hann kom skundisliga oman hagar og setti nakrar av sínum mest álítandi vinmonnum at taka hesar menn til avhoyringar, sum nærum høvdu kollvelt marknaðinum. Teir vórðu so tiknir til avhoyringar, og teir, ið sótu sum dómarar yvir teimum, spurdu, hvaðani teir komu, hvar teir fóru, og hvat teir gjørdu har í slíkum óvanligum klæðum. Menninir svaraðu, at teir vóru pílagrímar og fremmandir í heiminum, og at teir vóru á ferð til sítt egna land, sum var hitt himmalska Jerúsalem (Heb. ), og at teir onga grund høvdu givið fólkinum í býnum ella handilsmonnunum har til at skelda seg so út og tarna sær á ferðini uttan so tað skuldi verið, at táið ein spurdi teir, hvat teir skuldu keypa, svaraðu teir, at teir skuldu keypa sannleika. Men teir, sum skuldu taka teir til avhoyringar, vildu einki annað trúgva, enn at teir vóru svakir og óðir ella eisini, at teir vóru komnir bert við tí í hyggju at loypa ólag í allan marknaðin. Teir tóku teir tí og bankaðu teir, smurdu teir út í runu og settu teir síðani í eitt búr, øllum marknaðarfólkinum til skuggsjón. Har sótu teir nú eina tíð, og øll hildu teir fyri spott, gjørdu teimum ónáðir og hevndu seg inn á teir. Fyristøðumaðurin fyri marknaðinum flenti bara at øllum tí illa, ið gjørt teimum varð. Men við tað at menninir vóru tolnir, løntu ikki ókvæmisorð fyri ókvæmisorð, men tvørturímóti signaðu ( Pæt. ) og talaðu góð orð fyri ring og vóru blíðir, táið teimum varð gingið ov nær, so fóru summi av fólkinum á marknaðinum tey, sum hugsaðu meir enn hini og ikki vóru so skjót at fella dóm frammanundan at hava at hesum ráa slagnum og lasta teir fyri, at teir soleiðis hildu fram at fara illa við monnunum. Hetta loypti ógvuliga ilt í teir, og teir svaraðu, at slík kundu tey vera sum menninir í búrinum; tað sá út, sum tey vóru í felagsskapi við teimum, søgdu teir, og tey skuldu tí fáa somu viðferð sum teir. Men hesi søgdu, at tey dugdu ikki betur at síggja, enn at pílagrímarnir vóru stillir og hampiligir menn, sum ongum vildu ilt, og at har var mangur á marknaðinum, sum meiri hevði uppiborið at verða settur í búrið, ja, í gapustokkin við, enn hesir menn, sum teir so illa høvdu hagreitt. Hesin orðadráttur varð langur millum teirra og endaði við bardøgum, so fleiri fingu mein; men pílagrímarnir høvdu alla tíðina ein vísan og stillan atburð fyri teimum. Síðani vórðu hesir neyðar menn uppaftur tiknir til avhoyringar og klagaðir sum sekir í rumblinum, ið nú hevði verið á marknaðinum. Teir bankaðu teir nú, so tað var ræðuligt, leinkjaðu teir og leiddu teir í leinkjum aftur og fram á marknaðinum, øðrum til skuggsjón og ræðslu, so eingin skuldi bera í bøtuflaka fyri teimum ella geva seg í felag við teir. Men Kristin og Trúfastur høvdu ein enn vísari atburð enn áður og tóku so eyðmjúkir og tolnir við vanæruni og skommini, ið á teir vórðu lagdar, at ikki so fá av fólkinum á marknaðinum tó fá ímóti øllum hinum komu í teirra part. Hetta loypti enn meiri øði í hin partin, so teir gjørdu av at drepa hesar báðar menninar. Teir hóttu við, at teir skuldu fáa tað, ið verri var enn búr og leinkjur, teir skuldu lata lív fyri óskilið, ið teir høvdu volt, og fyri tað, at teir høvdu tølt marknaðarfólkið. So vórðu teir sendir aftur í búrið, inntil avgjørt var, hvat meiri skuldi gerast við teir. Táið teir vóru settir inn aftur hagar, settu teir føtur teirra fastar í stokkin (Áp. ). Her kom teimum nú í hug, hvat hin trúgvi vinur teirra Evangelistur hevði sagt teimum, og tað styrkti teir í at halda út á leið síni og tola líðingarnar, táið teir mintust, hvussu hann hevði sagt, fór at gangast teimum. Teir uggaðu eisini hvør annan við, at best var fyri hann, ið fekk tann lut at doyggja; tí ynskti hvør fyri seg í loyndum, at tað skuldi verða hann, ið fekk henda forrætt. Men teir góvu sálir sínar upp til alvísa stýri hansara, sum ræður øllum, og bíðaðu í stórum toli, soleiðis sum teir nú vóru staddir, inntil okkurt annað varð gjørt við teir. Táið so ein hóskandi tíð var ásett, stillaðu teir teir fyri rættin at fáa dóm. Tann ásetta dagin vórðu teir tá leiddir fram fyri fíggindar sínar, og klaga varð førd fram. Dómarin æt Hatargott. Klagan var í innihaldi nakað tann sama móti báðum, tó hon ljóðaði ikki rættiliga líka. Innihaldið var hetta: ?Tit hata handil okkara og royna at skaða hann; tit hava loypt røring og split í staðin og hava við vanvirðing fyri lógum kongs vunnið nakað av fólki í tykkara part, sum hevur somu skaðiligu trúgv sum tit.? Trúfastur svaraði nú aftur: ?Eg havi ongum sett meg ímóti uttan tí, sum setur seg ímóti honum, ið er hægri enn tann hægsti. Rumbul havi eg ikki volt; eg eri sjálvur ein friðarmaður. Tey, sum eru komin í okkara part, eru komin tað, tí tey sóu, at vit høvdu sannleikan og vóru sakleysir, og tey hava bert vent sær frá tí ringa til tað góða. Og kongurin, ið tit tosa um, er eingin uttan Be'elzebub, fíggindi Harra okkara; hvørki honum ella einglum hansara dvína vit fyri.? Nú varð kunngjørt, at hvør tann, sum hevði nakað at siga fyri harra og kong sín móti fangunum fyri rættinum, hann skuldi alt fyri eitt koma og stíga fram sum vitni. Fram stigu tá tríggir: Øvund, Pátrúgv og Eygnatænari. Teir vórðu spurdir, um teir kendu fangarnar fyri rættinum, og hvat teir høvdu at siga ímóti teimum fyri harra og kong sín. Fram steig Øvund og segði so: ?Harri mín! Henda mann havi eg leingi kent, og eg skal við eiði vitna fyri hesum ærda rætti, at hann er ? Dómarin: ?Steðga! Tak hann í eið fyrst!? So varð gjørt. So segði Øvund: ?Harri mín! Tóat hesin maður hevur so vakurt navn, er hann eitt tað ringasta menniskja í landinum; hvørki kongi ella fólki, hvørki lóg ella siði vísir hann virðing; nei, hann roynir, alt hann er mentur, at fáa øll at hava somu ólógligu meiningar, sum hann sjálvur hevur hesar meiningar, sum hann plagar at rópa læruna um trúgv og heilagleika. Serliga skal eg her føra fram, at eg hoyrdi hann einaferð siga, at siðirnir her í býi okkara, Fáfongd, vóru beint tvørtur ímóti kristindóminum og kundu als ikki einast við hann. Og, harri mín, við at siga hetta fordømir hann alt í einum ikki bert allar okkara rósverdu gerðir, men okkum sjálvar við, sum gera tær.? Dómarin: ?Hevur tú meir at siga?? Øvund: ?Harri mín! Eg kundi sagt nógv meir, men eg vil ikki troytta rættin. Tó, táið nú hinir góðu menninir hava vitnað, skal eg, um neyðugt gerst, vitna meiri ímóti honum, heldur enn at nakað skal vera ósagt, sum kann beina fyri honum.? Hann varð nú biðin at fara til síðis. So varð Pátrúgv róptur inn og biðin at hyggja upp á fangan; teir spurdu tá hann við, hvat hann hevði at siga fyri harra og kong teirra móti fanganum. Táið teir høvdu tikið hann í eið, tók hann til orða: ?Harri mín! Eg kenni ikki stórt til henda mann, og líka lítið trái eg eftir at koma at kenna hann betur; av eini samtalu, ið eg hevði við hann her í býnum nú ein dagin, veit eg kortini tað, at hann er ein sannur pestur. Tí hann segði, meðan vit tosaðu saman, at trúgv okkara var einki, og at einki menniskja kundi við henni tekkjast Gudi. Tygum duga sera væl at skilja, harri mín, hvat hesi orð hansara mugu føra til: At vit dýrka Gud til onga nyttu. Hetta er tað, ið eg havi at siga.? Nú varð Eygnatænari tikin í eið og biðin at siga, hvat hann visti til rós fyri harra teirra, kongin, ímóti fanganum, ið fyri rættinum stóð. Eygnatænari: ?Harri mín og allir tit góðu menn! Henda jassin havi eg kent leingi, og eg havi hoyrt hann siga slíkt, sum aldri átti at verðið sagt; tí hann hevur speirikið okkara háborna høvding Be'elzebub og tosað við vanvirðing um heiðurverdu vinir hansara, Gamlamenniskja, Holdslyst, Njóta Sum Mest, Tóman Heiður, Ólevnað, Havisjúku og allar hinar aðalsmenn okkara. Tað er verri tað, hann hevur sagt, at vóru allir sintir sum hann, so skuldi ikki ein av hesum aðalsmonnum longur sloppið at verið her í býnum. Haraftrat hevur hann enntá vágað sær at speirikið tygum, harra mín, sum nú eru settur til dómara, og kallað tygum ein gudleysan skálk og spilt tygum út við mongum slíkum orðum. Og soleiðis hevur hann dálkað flest allar teir stóru í býi okkara.? Táið Eygnatænari hevði endað talu sína, vendi dómarin sær til fangan, sum fyri rættinum stóð, og segði við hann: ?Fráfalni, lygilærari, svikari! Hevur tú hoyrt tað, ið hesir rættsintu menn hava vitnað móti tær!? Trúfastur: ?Kann eg siga nøkur fá orð at verja meg við?? Dómarin: ?Ótýggi títt! Tú hevur ikki uppiborið at liva longur, men at verða dripin á staðnum. Men fyri at øll kunnu síggja, hvussu mildir vit eru við teg, so lat okkum hoyra tað, ið tú hevur at siga!? Trúfastur: ?Fyri tað fyrsta sigi eg tá sum svar upp á tað, ið Øvund hevur sagt: Eg havi aldri sagt nakað annað enn tað, at tær reglur og lógir, teir siðir og tey fólk, ið eru beint ímóti Guds orði, eru eisini beint ímóti kristindóminum. Og er hetta skeivt sagt av mær, so vís mær, at eg eri á skeivari leið! So eri eg til reiðar at taka orð míni aftur her framman fyri tykkum. Fyri tað annað: Tað, ið Pátrúgv hevur klagað meg fyri, til tað svari eg bert hetta, at fyri at kunna dýrka Gud má ein hava trúgv, sum er frá Gudi. Men trúgv frá Gudi kann eingin hava, uttan Guds vilji er opinberaður fyri honum. Alt tað, ið er trokað inn í gudsdýrkanina, men sum ikki samsvarar við tað, sum Gud hevur opinberað, verður tí gjørt við menniskjaligari trúgv, og slík trúgv kann ongum hjálpa at fáa ævigt lív. Fyri tað triðja: At Eygnatænari leggur meg undir at hava speirikið og annað tílíkt, ætli eg ikki at svara til; men annars havi eg tað at siga viðvíkjandi vitnisburði hansara, at kongurin her í býnum og alt harkaliðið, ið tænir honum Eygnatænari nevndi teir hóska betur at vera í Helviti enn í hesum býi og landi. Og síðani veri Gud mær náðigur!? Dómarin rópti nú nevningarnar, sum alla tíðina høvdu staðið hjá at hoyra og geva gætur. ?Góðu menn av nevningarættinum!? segði hann; ?tit síggja henda mann, sum so ógvuligan ófrið hevur volt her í býnum; tit hava eisini hoyrt tað, ið hesir hávirdu menn hava vitnað móti honum. Somuleiðis hava tit hoyrt svar hansara og tað, ið hann hevur gingið við. Nú fara tit at gera av, um hann skal verða hongdur ella sleppa at liva; tó haldi eg vera beinast, at eg minni tykkum á, hvat lóg okkara sigur Á teimum døgum táið Farao hin Stóri, tænari kongs okkara, livdi, varð givin ein lóg, at dreingjabørn teirra, ið høvdu eina aðra trúgv enn hann, skuldu verða blakað í ánna, fyri at tey skuldu ikki taka til í tali og verða honum ov sterk ( Mós. ). Somuleiðis varð, á teimum døgum táið Nebukadnezar hin Stóri, ein annar tænari kongs okkara, livdi, givin ein lóg, at hvør og ein, sum ikki vildi falla niður og tilbiðja gullmynd hansara, skuldi verða blakaður í ein brennandi eldsovn (Dán. ). Og á Dariusar døgum varð eisini givin lóg, at hvør tann, sum eina fyrisetta tíð ákallaði nakran annan Gud enn hann, skuldi verða blakaður í leyvubølið (Dán. ). Nú hevur hesin uppreistrarmaður brotið allar hesar lógir, táið hugsað verður um sanna innihald teirra, og tað ikki bert í hugsan longu tað hevði uppiborið revsing men í orði og verki við, og hetta kann ómøguliga verða tolt. Nú, viðvíkjandi lógini, ið Farao gav, so var hon givin við tí í huga at forða fyri, at skaði varð gjørdur misbrot var enn ikki beinleiðis gjørt men her er misbrotið opinberligt. Og viðvíkjandi hinum báðum lógunum, so síggja tit, at hann trætur ímóti trúgv okkara, og fyri svikið, ið hann sjálvur hevur gingið við, hevur hann uppiborið deyðan at doyggja.? Nevningarnir fóru nú út. Teir itu: Blindimaður, Einki Gott, Óndskapur, Elskar Lystir Sínar, Siðleysur, Illsintur, Hástórur, Fíggindskapur, Lygnari, Miskunnarleysur, Ljóshatari og Hatafullur. Allir hesir dómfeldu hann sínámillum, hvør fyri seg, og síðani stigu teir einmælt fram fyri dómaran við hesi avgerð: ?Sekur!? Fyrstur steig Blindimaður fram hann var formaður og segði: ?Eg síggi greitt, at hesin maður er ein lygilærari.? Síðani segði Einki Gott: ?Burt av jørðini við einum slíkum!? ?Ja,? segði Óndskapur, ?eg toli ikki so mikið sum at síggja hann.? Elskar Lystir Sínar segði nú: ?Eg havi aldri kunnað tolt hann.? ?Heldur ikki eg,? segði Siðleysur, ?tí hann fordømir altíð atburð mín.? ?Heingið hann, heingið hann!? segði Illsintur. ?Eitt ússaligt vesalavætti,? segði Hástórur. ?Hjarta mítt øsist upp ímóti honum,? segði Fíggindskapur. ?Eitt rekavætti er hann,? segði Lygnari. ?At verða hongdur er ov gott fyri hann,? segði Miskunnarleysur. ?Latið okkum gera enda á honum!? segði Ljóshatari. Og so segði Hatafullur: ?Um eg so fekk allan heimin, so kundi eg ikki sættast við hann; latið okkum tí við tað sama døma hann sekan til deyða!? Og so teir gjørdu; hann varð tí dømdur at verða leiddur haðani og aftur á staðið, sum hann var komin frá, til har at doyggja tann miskunnarleysasta deyða, sum teir kundu finna uppá. Teir fóru tá út við honum at gera við hann eftir lóg síni. Fyrst bardu teir hann við koyrli, síðani slógu teir hann við knýttum nevum; so stungu teir hann við knívum, steinaðu hann við gróti og rendu svørð síni ígjøgnum hann. Til endans bundu teir hann at einum steyra og brendu hann upp í øsku. Slíkan enda fekk Trúfastur. Nú sá eg, at aftan fyri mannamúgvuna stóð ein vognur við tveimum hestum fyri og bíðaði. Trúfastur varð tikin upp í henda vogn, við tað sama sum fíggindar hansara høvdu gjørt enda á honum, og farið varð við honum við lúðraljóði beinleiðis upp ígjøgnum skýggini, stytsta veg til himmalportrið. Kristin fekk harafturímóti eina frest og varð førdur aftur í fangahúsið, har hann varð sitandi eina tíð. Men hann, sum er Harri yvir øllum, sum eisini hevði í hond síni valdið yvir øði teirra, hann læt tað ganga so, at Kristin hesa ferð slapp leysur og helt fram leið sína. Og sum hann gekk, sang hann: ?Ja, trúfast kendist Trúfastur við hann, við Harran, og við honum stríðið vann; men kvøl og angist tyngir longu her hans bróst, sum sær í synd til góða ger. Ei doyr títt navn, á, Trúfastur! Ja, tú vart dripin, men tú livir ævigt nú.? Nú sá eg í dreyminum, at Kristin var ikki einsamallur, sum hann helt ferðina fram; tí ein, sum æt Vónríkur, kom at fylgjast við honum, gav seg í bróðurskap við hann og segði, at hann skuldi gera ferðina saman við honum. Hesin Vónríkur var komin at kenna sannleikan av at hoyra tað, ið Kristin og Trúfastur tosaðu á marknaðinum, og av at síggja atburð teirra og tað, ið teir máttu tola har. Soleiðis doyði ein sum eitt vitni um sannleikan, og upp av øsku hansara reis ein annar at gera pílagrímsferðina saman við Kristini. Vónríkur segði eisini fyri Kristini, at nógvir aðrir menn á marknaðinum ætlaðu at fylgja eftir skjótast gjørligt. Síðani sá eg, at stutt eftir, at teir vóru farnir av marknaðinum, fingu teir ein aftur, sum undan teimum gekk, og sum æt Fleirhugi. Teir spurdu hann, hvørjum landi hann var úr, og hvussu langt hann skuldi henda vegin. Hann segði teimum tá, at hann var úr býnum Føgrum Tosi og ætlaði sær til Himmalstaðin. Men hvussu hann æt, nevndi hann ikki. ?Úr Føgrum Tosi!? segði Kristin; ?búgva nøkur góð fólk har?? (Orðt. ). ?Ja? svaraði Fleirhugi, ?tað vóni eg.? Kristin: ?Sig mær, góði maður, hvussu eitur tú?? Fleirhugi: ?Eg eri tykkum ókunnigur, og tit mær; fara tit henda vegin, so dámar mær væl at fylgjast við tykkum; um ikki, so má eg sláa meg til tols.? ?Minnist meg rætt,? segði Kristin, ?so havi eg hoyrt, at tey skulu vera so rík, sum búgva í hasum býnum, Føgrum Tosi.? Fleirhugi: ?Ja, tað kann eg siga tær vist, at tey eru rík; eg havi nógv ríkt skyldfólk har.? Kristin: ?Eg tori kanska at spyrja, hvørji skyldfólk tíni eru har?? Fleirhugi: ?Nærum allur staðurin. Serliga kunnu nevnast Veðurhani, Øllum Til Vildar og Fagurt Tos; eftir forfedrum seinast nevnda hevur býurin fingið navn. Framvegis eru tað Hálimaður, Tvíandlit og Jabróðir. Presturin har í sóknini, Tvítunga, er næsti skyldmaður mammu í faðirættina, so eg kann siga beint fram, at eg eri maður av góðum fólki, um so langabbi einki var uttan ferjumaður av tí slagnum, sum letst at rógva henda vegin, men rør hin vegin. Mestapartin av tí, ið eg eigi, havi eg fingið á sama hátt.? Kristin: ?Ert tú giftur?? Fleirhugi: ?Ja, og tað við eini dygdarkonu, dóttur eina dygdarkonu. Mamma hennara eitur Lótir, og kona mín er tí ættað frá eini heiðurverdari slekt; hon er eisini komin langt í at duga væl at bera seg at, so at hon nú kann umgangast øll, líka frá kongum til bøndur. Tað er satt, at í trúnni eru vit nakað øðrvísi enn tey, sum taka tað so strangt, men bert í tveimum spurningum, sum ikki hava so nógv at týða. Fyri tað fyrsta rógva vit aldri ímóti vindi og streymi, og fyri tað annað eru vit altíð ídnast fyri trúnni, táið hon gongur í silvurtuflum; okkum dámar væl at fylgjast við henni eftir vegnum, táið sólin skínur, og fólk vísir henni heiður.? Kristin fór nú eitt sindur burtur frá til Vónríkan, fylgisvein sín, og segði: ?Mær kemur fyri, at hetta er hin sami Fleirhugi úr Føgrum Tosi, og er tað hann, so eru vit komnir í fylgi við slíkan skálk, sum ikki er verri á hesum leiðum.? Tá segði Vónríkur: ?Spyr hann! Eg haldi, hann mátti ikki skammast við navn sítt.? Kristin fór so yvir til hansara og segði: ?Góði maður! Tú tosar, sum tú hevði vitað betur enn øll í heiminum, og eri eg ikki á ógvuliga skeivari leið, so haldi eg meg hálvvegis duga at gita, hvør tú ert. Ert tú ikki Fleirhugi úr Føgrum Tosi?? Fleirhugi: ?Eg eiti ikki so; hatta er eitt eyknevni, sum tey, ið ikki kunnu tola meg, hava sett á meg, og eg noyðist at sláa meg til tols við at bera hetta skemdarnavn eins og aðrir góðir menn, ið undan mær hava borið ljót eyknevni.? Kristin: ?Men hevur tú aldri við atburði tínum sjálvur volt, at tey eru farin at kalla teg so?? Fleirhugi: ?Aldri, aldri! Eg havi einki verri gjørt nakrantíð sum kundi givið fólki grund at kallað meg so enn tað, at mær hevur altíð eydnast at fingið umdømi mítt at hóskað við tað, sum júst tá hevur verið tann vanliga hugsanin, ið hvat hon so hevur verið, og hetta hevur verið mær til vinning. Men at so væl hevur ligið fyri hjá mær, tað haldi eg vera eina signing, og tað eiga illviljandi fólk ikki at dunga skomm og last á meg fyri.? Kristin: ?Var tað ikki tað, ið eg hugsaði, at tú mundi vera maðurin, ið eg hevði hoyrt um! Og skal eg siga tær, hvat eg haldi, so óttist eg fyri, at hetta navnið hóskar betur til tín, enn tú vilt hava okkum at trúgva.? Fleirhugi: ?Ja, eg kann ikki gera við, um tit billa tykkum slíkt inn! Men vilja tit lova mær at vera í fylgi við tykkum, so fáa tit at síggja, at eg eri hugnaligur at ferðast saman við.? Kristin: ?Vilt tú fylgjast við okkum, so noyðist tú at rógva móti vindi og streymi, og hetta dámar tær ikki, dugi eg at síggja. Tú mást eisini kennast við trúnna, táið hon er klædd í spjarrar, og ikki bert, táið hon gongur í silvurtuflum; tú mást halda teg til hennara, táið hon er bundin í leinkjum, líka væl sum táið fólk ærir hana úti á vegnum.? Fleirhugi: ?Tit mugu ikki blanda tykkum í trúgv mína ella vilja ráða yvir henni; latið meg fylgjast við tykkum og annars gera, sum eg vil!? Kristin: ?Nei, ikki eitt fet longur, uttan tú vilt gera sum vit í tí, sum eg leggi fram!? Tá segði Fleirhugi: ?Mínum gamla grundarlagi víki eg aldri frá; tað er meinaleyst og hartil gagnligt. Kann eg ikki fylgjast við tykkum, so má eg gera, sum áðrenn tit fingu meg aftur: Ganga fyri meg sjálvan, inntil onkur fær meg aftur, sum fegin vil vera í felagi við mær.? So sá eg í dreyminum, at Kristin og Vónríkur fóru frá honum og gingu nakað frammanundan; men einaferð, ið annar hugdi aftur um seg, sá hann tríggjar menn koma aftan á Fleirhuga. Táið teir fingu hann aftur, neig hann djúpt fyri teimum, og eisini heilsaðu teir honum. Hesir menn itu Slepp Ikki Verðini, Pengakærleiki og Gev Einki. Fleirhugi hevði verið kendur við teir áður; tí sum smádreingir høvdu teir gingið í skúla saman hjá einum, sum æt Pengakrámari; hann var skúlalærari í býnum Fáafáa, sum var ein keypstaður í landspartinum Havisjúku, norðast í landinum. Hesin skúlalærari lærdi teir upp í teimum listum at fáa tað veri við yvirgangi, sviki, smikri, lygn ella við at látast gudiligur, og hesir fýra menn høvdu lært listirnar so væl av lærara sínum, at hvør ein teirra hevði kunnað hildið ein slíkan skúla sjálvur. Táið teir nú, sum sagt, høvdu heilsað hvør øðrum, segði Pengakærleiki við Fleirhuga: ?Hvørjir eru hasir, ið ganga fyri okkum?? Tí Kristin og Vónríkur sóust enn. Fleirhugi: ?Hatta eru tveir menn úr einum landi langt burtur; teir eru upp á sín máta á eini pílagrímsferð.? Pengakærleiki: ?Ja, men hví steðga teir okkum ikki tá, so vit fáa fylgst við hesum góðu monnum? Tí eg vóni, at bæði teir og vit og tú, góði maður, eru á pílagrímsferð.? Fleirhugi: ?Sanniliga eru vit tað; men hasir, ið fyri okkum ganga, eru so strangir, halda so nógv um sínar egnu meiningar og virða so lítið um tað, ið aðrir halda, at kemur ein ikki ásamt við teir í øllum, so kann hann óttast Gud, so nógv sum hann vil, teir koyra hann frá sær og vilja heilt ikki vita av honum.? Gev Einki: ?Tað var illa! Men vit lesa jú, at summir eru ov rættvísir, og slíkir ganga so langt í at vera strangir, at teir døma og fordøma allar uttan seg sjálvar. Men sig mær, í hvørjum komu tit ikki ásamt? Í hvussu mongum spurningum var tað?? Fleirhugi: ?Nú, teir eru jú so treiskir og trúgva, at teir eru pliktigir at halda ferðina fram í øllum veðri; men eg eri fyri at halda meg eftir vindi og streymi. Teir vilja seta alt í váða fyri Guds skuld; men eg eri fyri at nýta hvørt høvi at tryggja mær lív og ogn. Teir vilja halda fast við meiningar sínar, um so øll menniskju eru ímóti teimum; men mær dámar ikki at halda við trúnna, longur enn tíðirnar loyva mær tað, og eg sjálvur kann vera tryggur. Teir vilja halda fast við trúnna, um so hon er klødd í spjarrar og er vanvird; men mær dámar hana, táið hon gongur í silvurtuflum í sólskininum og fær heiður frá fólki.? Slepp Ikki Verðini: ?Beint! Halt teg framvegis til hatta, Fleirhugi góði! Eg fyri mín part haldi tann mann vera ein dára, sum er mentur at hava tað, ið hann hevur, og tó er so býttur, at hann letur tað fara. Latið okkum vera snildar sum ormar! Best er at hoyggja, meðan sólin skínur. Tú sært, hvussu bíflugurnar liggja í dvala allan veturin og bert arbeiða, táið tær kunnu hava vinning og gleði av tí. Gud sendir regn við hvørt og sólskin við hvørt. Eru teir so býttir at ferðast í regni, so latið okkum vera glaðar at kunna hava gott veður á ferð okkara! Fyri mín part dámar mær best ta trúnna, sum kann tryggja okkum Guds góðu signing; tí eingin, sum ikki er frá sær sjálvum, kann ivast í, at táið Gud hevur veitt okkum tað góða, sum hoyrir hesum lívi til, so vil hann eisini, at vit skulu njóta tað, honum til æru. Ábraham og Sálomon gjørdust ríkir av trúnni. Job sigur, at ein góður maður skal dunga saman gull sum skarn. Men hann má ikki vera sum teir, ið fyri okkum ganga, um teir annars eru, sum tú lýsir teir.? Gev Einki: ?Um hetta hugsi eg, at vit eru allir á einum máli; ikki nýtist tí at verða tosað meir um tað.? Pengakærleiki: ?Nei, tað er vist, at um hetta er ikki neyðugt at tosa meir; tí tann, sum hvørki lurtar eftir skriftini ella skilagóðari talu og vit síggja, at vit hava báðar við okkum hann hvørki kennir sítt egna frælsi ella søkir tað, sum kann gera hann tryggan.? Fleirhugi: ?Sum tit síggja, brøður mínir, eru vit allir á eini pílagrímsferð. Og latið meg nú, okkum øllum til uppbyggingar, seta tykkum ein spurning! Latið okkum siga, at ein maður ein prestur ella ein handilsmaður var mentur at fáa sær tað góða, sum hetta lívið eigur at geva, men at hann fyri at kunna gera tað var noyddur í øllum førum fyri heiminum at látast ógvuliga íðin í summum trúnni viðvíkjandi, sum hann einki hevði lagt í áður kann hann tá ikki nýta hetta sum høvi til at vinna tað, ið hann vil, og tó vera ærligur maður?? Pengakærleiki: ?Eg skilji væl tað, ið tú miðar ímóti, og um hesir góðu menn geva mær loyvi, skal eg royna at svara tær. Fyrst, viðvíkjandi tí, ið tú spyrst um prestin. Hugsa, at ein prestur, ein rættiligur maður, hevur eitt lítið kall, men fegin vildi havt eitt størri, eitt nógv feitari og betri, og at hann eisini hevur høvi at fáa tað, um hann virkar meiri, prædikar tíðari og ídnari og broytir grundmeiningar sínar nakað, eftir sum fólki dámar best eg dugi onga grund at síggja fyri, at ein maður ikki kann gera hetta, soframt sum hann er kallaður, ja, og nógv meir aftrat, og tó vera ærligur maður. Fyri hvat ikki! Fyri tað fyrsta: Einki ólógligt er í at royna eftir betri kalli, táið Forsjónin skjýtur einum hetta inn; tað mótsigst ikki. Hann kann tí fáa sær tað, um hann hevur høvi til hetta, og einki meiri spyrja um tað, samvitskuni viðvíkjandi. Fyri tað annað: Harumframt arbeiðir hann meir, prædikar ídnari o.s.fr., av tí at hann tráar eftir hesum kalli, og verður soleiðis ein betri maður; ja, tað ger, at hann nýtir evni síni betur, og tað er eftir Guds vilja. Fyri tað triðja: Viðvíkjandi tí, at hann broytir grundmeiningar sínar nakað fyri at gera fólki til vildar og tæna teimum ja, hatta prógvar fyrst, at lyndi hansara er at avnokta seg sjálvan, harnæst, at hann er eitt dámligt og viðeiriligt menniskja, og tí eisini, at hann er tess betur førur fyri at virka sum prestur. Fyri tað fjórða: Eg dømi tí, at ein prestur, sum býtur tað lítla fyri tað stóra, eigur ikki fyri tað at verða kallaður havisjúkur; nei, við tað at evni og virksemi hansara hava tikið til av tí, so eigur hann heldur at verða roknaður sum ein, ið er íðin í kalli sínum og nýtir tað høvi, ið honum verður givið til at gera gott. Og nú, hin parturin av spurninginum, viðvíkjandi einum handilsmanni, sum tú nevndi. Hugsa tær, at ein slíkur situr í trongum korum, men við at gerast gudiligur kann hann fáa handil sín at ganga betur, kanska fáa eina ríka konu ella betri fólk at keypa hjá sær eg fyri mín part dugi onga grund at síggja fyri, at hann hevur ikki loyvi at gera hetta. Fyri hvat ikki! Fyri tað fyrsta: At gerast gudiligur er ein dygd, á hvønn hátt tú so verður tað. Fyri tað annað: Líka loyviligt er tað at fáa sær eina ríka konu ella meiri fólk at keypa hjá sær. Fyri tað triðja: Og tann, ið vinnur hetta við at gerast gudiligur, hann fær tað, ið er teimum gott, sum góð eru, við tað at hann verður góður sjálvur eina góða konu, gott fólk at keypa hjá sær, góðan vinning, og alt hetta við at gerast gudiligur og tað er gott! Tað er eitt gott og gagnligt endamál at hava, at gera seg gudiligan fyri at vinna alt hetta.? Hetta svar, sum Pengakærleiki gav Fleirhuga upp á spurning hansara, dámdi teimum øllum líka væl. Teir dømdu tí, at hugsanarháttur hansara í allar mátar var góður og leiddi til framgongd. Við tað at teir nú hildu ongan vera føran fyri at teppa Pengakærleika, og við tað at Kristin og Vónríkur enn sóust, so komu teir ásamt um at herja á teir við hesum spurningi, við tað sama, sum teir fingu teir aftur, og hetta so mikið meiri, sum Kristin og Vónríkur frammanundan høvdu sagt Fleirhuga ímóti. Teir róptu tí á teir, og Kristin og Vónríkur steðgaðu, inntil teir fingu teir aftur. Men meðan teir gingu, gjørdu teir av, at nú skuldi ikki Fleirhugi seta teimum spurningin, men Slepp Ikki Verðini gamli; tí teir hugsaðu, at honum fóru teir at svara sáttliga aftur; samtalan millum Fleirhuga og hinar báðar hevði jú verið heldur heit bert eina løtu frammanundan. Teir fingu teir tá aftur, og táið teir stutt høvdu heilsað hvør øðrum, setti Slepp Ikki Verðini spurningin fram fyri Kristin og felaga hansara og bað teir svara, um teir kundu. Tá segði Kristin: ?Hvørt barn í trúnni dugir at svara upp á tíggju túsund tílíkar spurningar sum handa. Tí er tað ikki loyviligt at fylgja Kristusi fyri breyðs skuld og tað er tað ikki (Jóh. ) hvussu mangan meiri má tá ikki hetta skýggjast, at nýta hann og trúnna sum skálkaskjól fyri at fáa heimin og gleðast í honum! Vit finna tí heldur ongan at hava henda hugsanarhátt uttan heidningar, hyklarar, djevlar og gandakallar. Fyri tað fyrsta, heidningar. Táið Hemor og Sikem høvdu hug á dóttur Jákup og kríatúrum hansara og skiltu, at eingin onnur leið var at fáa fatur á teimum enn at lata seg umskera, so søgdu teir við felagar sínar: ?Verður hvør maður av okkum umskorin, soleiðis sum teir eru umskornir, fáa vit tá ikki neyt og ognir og hvørt kríatúr, ið teir eiga!? Døtur og kríatúr teirra, tað var tað, ið teir høvdu í huga at fáa, og trúnna nýttu teir bert sum skálkaskjól fyri at náa hetta mál ( Mós. ). Fyri tað annað: Fariseararnir, hyklarar teirra, teir høvdu somu religión. Langar bønir nýttu teir sum skálkaskjól; men at fáa húsini hjá einkju var tað, ið teir høvdu í kvittanum. So mikið tess harðari var Guds dómur yvir teir (Luk. ). Fyri tað triðja hevði eisini hin Djevulin Judas hesa religión, tí hann var trúgvandi fyri pungsins skuld, fyri at fáa tað, sum í honum var. Men hann fortaptist, varð vrakaður fortapingarsonurin sjálvur. Fyri tað fjórða hevði eisini Símun Gandakallur hesa religión; tí hann vildi hava Heilaga Andan fyri harvið at vinna pengar, og dómurin, ið Pætur feldi yvir hann, var hareftir (Áp. ). Fyri tað fimta havi eg heldur ongan iva um, at tann, ið verður ?trúgvandi? fyri at vinna heimin, hann blakar eisini trúnna frá sær fyri at vinna heimin; tí vissuliga, sami Judas, sum av havisjúku gjørdist religiøsur, hann seldi líka lætt religiónina og Meistara sín av somu grund. At svara ja til spurningin sum eg skilji, at tit hava gjørt og at fagna slíkum svari sum álítandi, er tí at bera seg at sum ein heidningur, ein hyklari og ein djevul, og løn tykkara verður eftir verkum tykkara.? Tá stóðu teir og bíndu hvør upp á annan, men vistu einki at svara Kristini. Vónríkur segði eisini, at Kristin hevði svarað beint, og har varð tí ein ógvulig tøgn millum teirra. Fleirhugi og fylgissveinar hansara steðgaðu eisini á og lótu Kristin og Vónríkan fara undan. Tá segði Kristin við felaga sín: ?Táið hesir menn ikki fáa vart seg móti menniskjum, hvat ætla teir at gera, táið Gud dømir teir! Og verða teir teptir av leirkerum, hvat skulu teir gera, táið logarnir frá einum oyðandi eldi fara at revsa teir!? Kristin og Vónríkur fóru nú aftur til gongu og hildu fram, inntil teir komu á ein hugnaligan slætta, sum æt Mak. Har dámdi teimum ógvuliga væl at ganga; men slættin var ikki stórur, so teir komu skjótt um hann. Hinumegin slættan var eitt fjall, sum æt Vinningur, og í hesum fjalli vóru silvurnám. Summir, ið frammanundan høvdu ferðast henda vegin, vóru farnir av leiðini at síggja silvurnámini, sum so sjáldsom vóru. Men teir vóru komnir ov nær munnanum á holinum, so at bakkin var skrædnaður undan teimum, og teir høvdu latið lív. Aðrir vóru vorðnir kryplar har og høvdu ikki til deyðadag sín fingið førleikan aftur. Nú sá eg í dreyminum, at eitt sindur frá vegnum, beint yvir av silvurnáminum, stóð Demas so fínur og rópti á teir, ið gingu framvið, at koma og síggja. Hann rópti á Kristin og felaga hansara: ?Hey! Komið higar, so skal eg vísa tykkum eitt!? Kristin: ?Hvat er tað, ið hevur so nógv at týða, at vit skuldu farið av leiðini at síggja tað?? Demas: ?Her er eitt silvurnám, og fleiri høgga í tí fyri at vinna sær ríkidømi; vilja tit koma, so kunnu tit við lítlum ómaki fáa ríkliga burturav.? Tá segði Vónríkur: ?Lat okkum fara og síggja!? ?Eg fari ikki,? svaraði Kristin; ?eg havi hoyrt um hetta staðið fyrrenn í dag, og hvussu mangir ið her hava latið lív. Og harumframt er ríkidømi teimum, sum søkja eftir tí, ein snerra, og forðar teimum á pílagrímsferðini.? So rópti Kristin til Demas: ?Er hetta ikki eitt vandafult stað? Hevur tað ikki forðað mongum á Pílagrímsferðini?? Demas: ?Ikki so ógvuliga vandafult, bert tú ansar tær væl.? Tó rodnaði hann, táið hann segði hetta. Tá segði Kristin við Vónríkan: ?Lat okkum ikki stíga eitt fet handa vegin, men halda beint fram leið okkara!? Vónríkur: ?Tað skal eg siga tær, at fær Fleirhugi somu innbjóðing sum vit, táið hann kemur, so fer hann hagar at hyggja.? Kristin: ?Tað er ikki at ivast í; tí hugsanarháttur hansara leiðir hann handa vegin, og ein kundi veddað hundrað móti einum, at har verður endi hansara.? Demas rópti nú uppaftur á teir: ?Vilja tit kortini ikki koma yvir higar at síggja?? Tá svaraði Kristin beint fram: ?Demas! Tú ert ein fíggindi av hinum røttu leiðum Harrans, sum henda veg eigur, og ein av dómarunum hjá hansara Hátign hevur longu dómfelt teg fyri, at tú sjálvur fórst av vegnum. Hví roynir tú at draga sama dóm oman yvir okkum? Og óivað fær Harri okkara, Kongur, at frætta tað, um vit fara av leiðini, og so letur hann okkum standa við skomm, har sum vit annars høvdu kunnað staðið við treysti fyri honum.? Demas rópti uppaftur, at eisini hann hoyrdi til brøðralag teirra, og at vildu teir steðga eitt sindur, so skuldi hann sjálvur eisini koma og fylgjast við teimum. Kristin: ?Hvat eitur tú? Havi eg ikki rópt teg við tínum rætta navni?? Demas: ?Jú, eg eiti Demas; eg eri sonur Ábrahams.? Kristin: ?Eg kenni teg; Gehazi ( Kong. ) var abbi tín, og Judas (Matt. ) var pápi tín, og tú hevur stigið í fótaspor teirra. Tað er einki uttan Djevulsins svik, ið tú brúkar. Pápi tín varð hongdur sum svíkjari, og tú hevur onga betri løn uppiborið. Tú skalt ikki ivast í, at táið vit koma til Kong, skulu vit siga honum, hvussu tú bert teg at!? So hildu teir fram leið sína. Nú vóru Fleirhugi og fylgissveinar hansara aftur komnir í eygsjón, og fyrsta sum Demas veittraði til teirra, fóru teir yvir til hansara. Um teir nú duttu í silvurnámið, táið teir fóru at hyggja niður í tað, ella teir fóru niður í tað at grava, ella teir kódnaðu har niðri av roykinum, ið javnan steig upp har, veit eg ikki vist; men tað legði eg til merkis, at teir sóust aldri aftur á vegnum. Tá sang Kristin: ?Fleirhugi einast við Demas so væl, at í hans felagi vinna hann skal ríkdóm í heiminum, og tí sum hann leiðirnar røttu ei ganga hann kann.? So sá eg, at beint hinumegin henda slættan komu pílagrímarnir til eitt stað, har eitt gamalt minnismerki stóð nærindis vegjaðaranum. Tað sá so sjáldsamt út, at teir fingu nógv at hugsa um; tí teimum tykti, at tað var ein kvinna, ið var umbroytt til ein stólpa. Har stóðu teir tí og hugdu og hugdu at minnismerkinum, men fingu ikki við tað sama skil á, hvat teir skuldu halda um tað. At endanum rakti Vónríkur við, at ovast á var skrivað nakað við óvanligari skrift; men við tað at hann var ólærdur maður, rópti hann á Kristin sum var lærdur og bað hann royna at týða tað, ið skrivað stóð. Kristin kom nú hagar og stóð eina løtu og legði bókstavirnar saman; hann kom fram til, at har stóð: ?Minnist konu Lot!? (Luk. ). Hann las nú hetta fyri felaga sínum, og teir skiltu báðir, at hetta mundi vera saltstólpin, sum kona Lot varð umbroytt til, afturfyri at hon við tráandi hjarta leit aftur um seg, ta ferðina hon fór úr Sodama til at bjarga sær ( Mós. ). Henda óvæntaða sjón gjørdi teir ovfarnar og leiddi til hesa samtalu teirra millum. Kristin: ?Á, bróðir mín! Henda sjón hóskaði okkum væl nú; hon kom til okkara í rættari tíð, beint aftaná, at Demas hevði boðið okkum at koma og hyggja at fjallinum Vinningi. Og høvdu vit farið hagar yvir, sum hann vildi hava okkum at gera og sum tú, bróðir mín, hevði hug til so dugi eg ikki at vita, um okkum hevði ikki gingist sum hesi kvinnu, og vit høvdu verðið settir øllum, ið eftir okkum koma, til eina skuggsjón.? Vónríkur: ?Tað pínir meg, at eg skuldi vera so býttur, og eg má undrast á, at eg ikki nú eri sum kona Lot. Tí hvør munur var á hennara synd og míni! Hon hugdi bert aftur um seg, og eg hevði hug at fara og síggja. Veri tí Guds náði lovað, og skomm fái eg, at nakrantíð slíkt skuldi vera mær í hjarta!? Kristin: ?Lat okkum leggja til merkis tað, ið vit síggja her, so tað kann vera okkum til gagns í komandi tíð. Henda kvinna slapp undan einum dómi tí hon umkomst ikki, táið Sodoma gekk til grundar; og tó rámti ein annar dómur hana, sum vit síggja; hon er umbroytt til ein saltstólpa.? Vónríkur: ?Satt! Og hon kann vera okkum bæði ein ávaring og eitt dømi ein ávaring, at vit skulu skýggja synd hennara, og eitt tekin upp á dómin, ið fer at fáa tey aftur, sum ikki verða steðgað av hesi ávaring. Soleiðis gjørdust eisini teir eitt tekin og eitt ávarandi dømi Kora, Datan og Abiram og hinir menninir, sum gingu til grundar í synd teirra ( Mós. ). Men eitt grundi eg á mest av øllum, og tað er, hvussu Demas og felagar hansara fáa staðið so djarvir har yviri at søkja eftir hasum skatti, táið henda kvinna varð umbroytt í ein saltstólpa, bert tí hon hugdi aftur um seg; tí vit lesa ikki, at hon fór eitt fótafet av leiðini. Og hetta so mikið meir, sum dómurin, ið fekk hana aftur, gjørdi hana til eitt dømi júst her, sjónska haðani, sum teir nú eru. Tí teir fáa ikki hugt upp, uttan teir eru noyddir at síggja hana.? Kristin: ?Tað er at undrast á, og tað vísir, at hjørtu teirra ongan ótta kenna longur í hasum. Eg veit einki so hóskandi at líkna teir við sum ein, ið stjelur úr lummunum hjá fólki, meðan dómarin er hjástaddur, ella sum undir gálganum stjelur pungin frá onkrum. Sagt er um menninar í Sodoma, at teir syndaðu stórliga, tí teir vóru gudleysir fyri Harranum ( Mós. ), tað vil siga, beint upp í eygu hansara, og tað hóast alt tað góða, ið hann hevði gjørt teimum tí Sodomaland var tá líkt urtagarðinum Eden. Hetta eggjaði tí enn meiri vreiði hansara og gjørdi plágu teirra so heita, sum Harrans eldur av Himli kundi gera hana. Og stór grund er at hugsa, at júst slíkir sum hesir, sum synda fyri ásjón Harrans, ja, synda, hóast slík dømi ferð eftir ferð eru sett fyri teir at ávara teir um at venda við at slíkir falla undir harðasta dóm.? Vónríkur: ?Tú hevur óivað rætt í tí, tú sigur; og hvussu stór náði er tað ikki, at hvørgin okkara er gjørdur til slíkt dømi, serliga ikki eg! Hetta gevur okkum stóra grund at takka Gudi, at óttast hann og altíð at minnast konu Lot?. Eg sá nú, at teir hildu leið sína fram og komu at eini hugnaligari á, sum Dávid kongur rópti Guds Løk (Sálm. ), men sum Jóhannes rópti Lívsvatnsánna (Op. ). Leið teirra lá beint eftir áarbakkanum. Her høvdu tí Kristin og felagi hansara stóra gleði av at ganga; teir fingu sær eisini at drekka úr ánni, og tað kveikti og lívgaði tær troyttu sálir teirra. Harumframt vóru á báðum áarbakkunum grøn trø og alskyns fruktir; bløðini høvdu teir til føði fyri at forða fyri ováti og øðrum sjúkum, sum tey ofta fáa, hvørs blóð verður hitað upp av ferðing. Hvørjumegin ánna var ein ong, sjáldsama vakurt prýdd við liljum og grøn alt árið. Á hesi ong løgdu teir seg at sova; tí her kundu teir liggja tryggir (Sálm. Es. ). Táið teir vaknaðu, hentaðu teir aftur frukt av trøunum og fingu sær at drekka úr ánni; síðani løgdu teir seg aftur at sova. Soleiðis hildu teir á ikki so fáar dagar og nætur. Tá sungu teir: ?Hygg, hvussu hesir krystalstreymar glíða at lívga tey, sum eftir vegnum stríða! Tær grønu eingir anga søtt og bera tann ávøkst, sum tey sjúku frísk kann gera. Tann sál, sum veit, hvat hetta stað er vert, alt annað selur, keypir hetta bert.? Táið teir nú høvdu sett sær fyri at fara longri teir vóru jú ikki enn komnir, hagar sum teir stevndu so fingu teir sær at eta og drekka og fóru haðani. Nú sá eg í dreyminum, at teir høvdu ikki gingið langt, fyrrenn vegurin sneiddi burtur frá ánni og gekk soleiðis eina tíð. Hetta vóru teir ikki lítið harmir um; tó tordu teir ikki at fara av vegnum. Vegurin var óslættur, har sum hann sneiddi burtur frá ánni, og føtur teirra vóru eymir, við tað at teir høvdu ferðast so langt; sálin í pílagrímunum var ógvuliga mótfallin, við tað at vegurin var so langur ( Mós. Ensk umseting). Teir ynsktu tí eftir, sum teir gingu, at vegurin skuldi batna. Stutt framman fyri teir var vinstrumegin vegin ein mark, og har gekk ein steintrappa upp um grótgarðin, so at gangast kundi inn á markina. Henda markin æt Avleiðarmark. Kristin segði nú við felaga sín: ?Gongur henda mark fram við vegi okkara, so lat okkum fara inn á hana!? Hann fór so yvir at trappuni at hyggja, og jú, hinumegin garðin gekk ein gøta fram við vegnum. ?Hatta er júst, sum eg vildi,? segði Kristin; ?her er lættari at ganga. Kom, Vónríkur góði, og lat okkum fara yvirum!? Vónríkur: ?Men um nú henda gøta førir okkum burtur av leiðini?? Kristin: ?Tað man ikki fara at vera. Hygg, gongur hon ikki fram við vegnum?? Vónríkur læt nú felaga sín yvirtala seg og fór aftan á honum um garðin. Táið teir vóru farnir yvirum og vóru komnir á gøtuna, sóu teir, at á henni var ógvuliga lættgongt, og sum teir nú hugdu fram, raktu teir við ein mann, ið æt Fáfongt Álit, og sum var á ferð eins og teir. Hann róptu teir á og spurdu hann, hvørja leið henda gøtan gekk. ?Til himmalportrið,? svaraði hann. ?Hygg,? segði Kristin, ?var tað ikki tað, ið eg segði tær! Av hesum skilir tú, at vit eru á beinari leið.? Teir hildu so fram, og maðurin gekk undan. Men nú kom náttin, og hon var ógvuliga myrk, so at teir, ið aftaná gingu, sóu ikki longur hin, sum undan teimum gekk. Og hann Fáfongt Álit sá ikki leiðina fyri sær og datt í eina djúpa holu (Es. ), sum høvdingin yvir hesum staði hevði latið grava, júst fyri at dárar, sum gingu eftir fáfongdari æru, skuldu detta í hana. Har soraði nú Fáfongt Álit seg sundur. Kristin og felagi hansara hoyrdu, at hann fall. Teir róptu tá og spurdu, hvat ið bagdi, men fingu einki svar, hoyrdu bert, at eitt gav seg. Tá segði Vónríkur: ?Hvar eru vit nú?? Men felagi hansara svaraði einki; hann var illa við, at hann hevði leitt hann burtur av vegnum. Og nú fór at regna, toran gekk, og ljós skygdu; tað var eitt øgiligt veður og ringasta áarføri. Tá suffaði Vónríkur tungliga og segði: ?Á, hevði eg bert hildið meg á vegi mínum! Kristin: ?Hvør skuldi hugsað tað, at henda gøta fór at leiða okkum burtur av vegnum!? Vónríkur: ?Eg bar altíð ótta fyri tí og gav tær eina lítla ávaring. Eg hevði hug at siga meir, men tað var tað, at tú ert eldri enn eg.? Kristin: ?Kæri bróðir, ver ikki illur! Eg eri so ringur um, at eg havi fingið teg av leið og volt, at tú ert komin í so stóran vanda. Eg biði teg fyrigeva mær, bróðir; eg ætlaði einki ilt við tí.? Vónríkur: ?Ver ikki mótfallin, bróðir! Eg fyrigevi tær, og eg trúgvi eisini, at hetta skal verða okkum til gagns.? Kristin: ?Eg eri glaður, at eg havi hitt ein so miskunnsaman bróður. Men her kunnu vit ikki verða standandi; lat okkum royna at venda aftur!? Vónríkur: ?Men, kæri bróðir, lat meg ganga undan!? Kristin: ?Nei, ger so væl og lat meg vera fremri, so at eg verði tann fyrri at koma í vandan, um nakar vandi verður! Tað er jú mín skuld, at vit eru farnir av leið báðir tveir.? ?Nei,? svaraði Vónríkur, ?tú skalt ikki ganga undan; tú ert so tungur í huga, at tú kanst skjótt fara av leið eina ferð enn.? Nú hoyrdu teir eina rødd, sum segði fyri at geva teimum gott treysti: ?Lat hjarta títt vera vent á hin slætta vegin, vegin, ið tú gekst! Vend aftur!? (Jer. ). Men nú var slíkt áarføri, at stórur vandi var við at ganga aftur, somu leið sum teir vóru komnir. Tá hugsaði eg: Tað er ikki so torført at fara av leiðini, táið ein er á henni; men tað er alt verri at koma á hana aftur, táið vit eru farin av henni. Tó gjørdu teir eina roynd at venda aftur; men tað var so myrkt og slíkt áarføri, at teir mundu druknað einar níggju ella tíggju ferðir. Heldur ikki kundu teir, hvussu teir so leitaðu, finna aftur á steintrappuna ta náttina. Og endin varð tá, at teir settust, einastaðni, har sum lívdi eitt sindur, og ætlaðu at bíða, til lýsti. Men við tað at teir vóru so móðir, sovnaðu teir. Ikki langt burtur frá har, sum teir lógu, var ein borg, sum æt Ivaborg, og hann, ið átti hana, var ein risi, nevndur Vónloysi. Tað var á hansara ogn, teir nú lógu og svóvu. Táið hann tí morgunin eftir gekk aftur og fram á markum sínum og tíðliga var hann uppi fann hann Kristin og Vónríkan sovandi á ogn síni. Hann var bæði grovmæltur og ilskur, nú hann vakti teir og spurdi, hvaðani teir vóru, og hvat teir høvdu at gera á ogn hansara. Teir søgdu honum, at teir vóru pílagrímar og vóru vilstir. Men risin segði, at teir høvdu gjørt eitt misbrot móti honum at ganga og kleyva inni á mark hansara og liggja og sova har, og nú skuldu teir koma við honum. Teir vóru so noyddir at fara, tí hann var sterkari enn teir. Teir vistu heldur ikki mikið at siga, tí teir skiltu, at teir høvdu gjørt skeivt. Risin rak teir tí fyri sær og setti teir í eitt ógvuliga myrkt fangahol í borg síni; har stinkaði illa og var óhugnaligt fyri sálirnar í hesum báðum monnunum. Har lógu teir frá mikumorgni til leygarkvøld og fingu hvørki vátt ella turt; myrkt var har, og eingin kom at spyrja, hvussu teimum visti við. Teir vóru tí illa staddir her og vóru langt burtur frá vinfólki og kunningum. Og Kristin var tvífalt sorgarbundin; tí tað var gáloysni og bráðskundur hansara, sum hevði komið teimum í hesa neyð. Vónloysi risi hevði eina konu, og hon æt Mistreyst. Táið hann var lagstur, segði hann konu síni tað, ið hann hevði gjørt, at hann hevði tikið tveir fangar og sett teir í fangaholið, afturfyri at teir vóru komnir inn á ogn hansara. So spurdi hann hana eisini, hvat hon helt, hann nú skuldi gera við teir. Hon vildi hava at vita, hvørjir teir vóru, hvaðani teir komu, og hvar teir ætlaðu sær, og hann segði henni hetta. So legði hon honum tey ráð, at hann skuldi miskunnarleyst banka teir, við tað sama sum hann var uppi morgunin eftir. Táið hann tí var á fótum um morgunin, tók hann sær ein ræðuligan gassa og fór oman í fangaholið til teirra. Fyrst skeldaði hann teir út, sum teir høvdu verið hundar, tóat teir ikki søgdu honum øvut orð. Síðani legði hann á teir og bankaði teir so ræðuliga, at teir vóru ikki mentir at reisa seg og lógu heilt hjálparleysir. Táið hann hetta hevði gjørt, fór hann avstað og læt teir sleppa at tykjast synd hvør í øðrum um vanlukku teirra og gremja seg í neyðini. Allan henda dagin gjørdu teir einki uttan suffaðu og venaðu seg beiskliga. Náttina eftir tosaði Mistreyst aftur við mann sín um teir, og táið hon fekk at vita, at teir vóru á lívi enn, bað hon hann leggja teimum tey ráð at forkoma sær. Um morgunin fór hann tí til teirra líka ilsligur sum áður, og táið hann sá, hvussu ilt teir høvdu av sløgunum, ið hann hevði givið teimum dagin fyri, segði hann við teir, at av tí at teir aldri kundu vænta sær at sleppa út aftur haðani, var einki annað hjá teimum at gera enn sum skjótast at forkoma sær stinga seg, heingja seg ella drekka eitur; tí hví segði hann skuldu teir ynskja sær lívið, táið teir sóu, at tað kom at verða teimum so beiskt! Men teir bóðu hann um at sleppa burtur haðani. Tá gløddi hann óður at teimum, leyp á teir og hevði einki at ivast í gjørt enda á teimum sjálvur, hevði hann ikki fingið krampaslag sum hann stundum fekk, táið sólskinsveður var so at hann eina góða løtu misti alla megi í hondunum. Hann fór tí frá teimum og læt teir sum áður hugsa um, hvat teir skuldu gera. Fangarnir fóru nú at tosa sínámillum, um beinast mundi vera at taka eftir ráðum hansara ella ikki. Orð teirra fullu soleiðis. ?Bróðir!? segði Kristin; ?hvat skulu vit gera? Lívið, ið vit liva, er syndarligt. Eg fyri mín part veit ikki, hvat ið frægari er, at liva á ein slíkan hátt ella doyggja við tað sama. Sál mín velur fyrr at kódna enn at liva, grøvina heldur enn hetta fangaholið (Job ). Skulu vit gera, sum risin mældi okkum til?? Vónríkur: ?Ja, sanniliga eru vit ræðuliga illa staddir nú, og deyðin hevði verið mær mangan kærari enn at vera her allar dagar. Men lat okkum minnast, at Harrin í landinum, sum vit fara til, hevur sagt: ?Tú mást ikki drepa? nei, einki menniskja! Og enn minni hava vit tá loyvi at gera eftir ráðum hansara og gera enda á okkum sjálvum. Harumframt: Tann, ið drepur ein annan, kann bert drepa likam hansara, men at forkoma sær sjálvum er at drepa likam og sál í senn. Og so er at siga, bróðir tú tosar um frið í grøvini; men hevur tú gloymt Helviti, sum drápsmenn vissuliga fara í? Tí eingin manndrápari hevur ævigt lív o.s.fr. ( Jóh. ). Og lat okkum so eisini minnast, at Vónloysi risi hevur tó ikki alt vald í hondum! Um eg dugi at skilja rætt, eru vit ikki teir einastu, ið hann hevur tikið, og teir eru tó slopnir honum úr hondum. Hvør veit, um ikki Gud, sum skapti heimin, kann lata Vónloysi risa doyggja ella lata hann onkuntíð gloyma at læsa okkum inni ella lata hann fáa eitt krampaslag enn her hjá okkum og ikki fáa brúkt limir sínar! Og skuldi hetta hent uppaftur, so havi eg fyri mín part sett mær fyri, at eg skal taka mansmót í meg og gera alt, ið eg eri mentur, fyri at sleppa úr hondum hansara. Eg var býttur, at eg skuldi ikki royna tað í áðni; men ið hvussu er, bróðir, lat okkum vera tolnar og halda út eina tíð! Tann tíð kann koma, at hann má geva okkum leysar í øllum góðum; lat okkum bert ikki verða okkara egnu drápsmenn!? Við hesum orðum uggaði Vónríkur bróður sín, og so sótu teir tá har í myrkrinum henda dagin so tungir í huga og sorgarbundnir. Nú, út ímóti kvøldi fór risin oman aftur í fangaholið at vita, um fangar hansara høvdu gjørt, sum hann hevði mælt teimum til. Men táið hann kom hagar, sá hann, at teir livdu enn. Tað var heldur ikki meir; tí við tað at teir so leingi hvørki høvdu fingið vátt ella turt, og við tað at teir vóru fullir í sárum, sum hann hevði bankað teir, var ikki meir, enn ondin var í teimum. Men, sum eg sigi, hann fann teir á lívi, og hetta gjørdi, at hann varð so rúkandi óður og segði við teir, at aftur fyri at teir høvdu ikki tikið við ráðum hansara, skuldi teimum koma at gangast so illa, at tað hevði verið teimum betri, teir aldri vóru føddir. Av hesum fóru teir at piprast illa, og eg haldi, at Kristin svímaði. Táið hann fekk vitið aftur, fóru teir uppaftur at tosa saman um ráðini, ið risin hevði lagt teimum, og um tað var beinast at gera eftir teimum ella ikki. Kristin tyktist aftur nú at hava bestan hug til tað; men Vónríkur gav enn eina ferð eitt aftursvar. Hann segði: ?Bróðir! Minnist tú ikki, hvussu mansligur tú vart áður? Apollyon fekk ikki bast tær, og líka lítið misti tú mótið av øllum, ið tú hoyrdi, sást og føldi í Deyðaskuggadali. Hvat hevur tú ikki havt ímóti tær, hvørja angist og ræðslu hevur tú ikki longu farið ígjøgnum og nú er einki í tær uttan ótti! Tú sært, at eg eri í fangaholinum við tær, ein mangan veikari maður í mær sjálvum, enn tú ert. Og hesin risin hevur sært meg líka væl sum teg, hann hevur sýtt eisini mær breyð og vatn, og eg líka væl sum tú syrgi her í myrkri. Men lat okkum hava tol eitt sindur enn! Minst, hvussu tú stóðst sum maður á Fáfongdarmarknaði og óttaðist hvørki leinkjur, fangahús ella blóðigan deyða! Lat okkum tí halda okkum uppi í toli, so væl sum vit kunnu, um ikki fyri annað, so fyri ikki at standa so til skammar, sum ikki sømir seg fyri kristnar menn!? Táið nú næsta náttin kom, og risin og kona hansara vóru løgst, spurdi hon um fangarnar, og um teir høvdu tikið eftir ráðum hansara. Hann svaraði: ?Hatta eru tveir harðvunnir skálkar; teir vilja fyrr tola ilt enn forkoma sær.? Tá segði hon: ?Far so í morgin út í borgargarðin við teimum og vís teimum beinini og skallarnar av teimum, ið tú longu hevur beint fyri, og sig teimum greitt, at áðrenn ein vika er gingin, skalt tú skræða eisini teir sundur, soleiðis sum tú hevur gjørt við felagar teirra fyri teimum!? Táið tí morgunin kom, fór risin til teirra aftur og leiddi teir út í borgargarðin og vísti teimum tað, sum konan hevði sagt við hann. ?Hesir,? segði hann, ?vóru einaferð pílagrímar eins og tit, og teir trongdu seg inn á ogn mína, eins og tit gjørdu. Men táið mær hóskaði best, skræddi eg teir sundur, og so skal eg gera við tykkum, áðrenn tíggju dagar eru gingnir. So farið nú oman aftur í holu tykkara!? Og hann bankaði teir allan vegin hagar. Teir lógu tí allan henda dagin við, leygardag, í einum syndarligum standi eins og fyrr. Næstu nátt, táið Mistreyst og maður hennara, risin, vóru løgst, fóru tey aftur at tosa um fangarnar. Og nú var hesin gamli risin heilt bilsin, at hann hvørki við at banka teir ella við at leggja teimum ráð fekk gjørt enda á teimum. Til hetta svaraði kona hansara: ?Eg óttist fyri, at teir liva í vón um, at onkur skal koma at fría teir út. Ella kanska teir ganga við dirkum uppi á sær og vóna at sleppa sær út á tann hátt.? ?Heldur tú tað, góða?? spurdi risin; ?eg skal kanna eftir hasum í morgin.? Nú leygarkvøldið um midnátt fóru teir at biðja, og teir hildu á við bøn, næstan inntil lýsti. Og eina lítla løtu fyri lýsing varð hin góði Kristin mestsum ovfarin og rópti út av hjartans grund: ?Sum eg kortini havi verið ein dári at liggja her í einum stinkandi fangaholi, táið eg líka væl kann ganga fríur! Eg havi í barminum ein lykil, sum eitur Lyfti, og sum eg eri vísur í, læsir upp hvørt lás í Ivaborg.? Tá segði Vónríkur: ?Tað eru góð tíðindi, kæri bróðir! Tak hann úr barmi tínum og royn!? Kristin tók tá lykilin úr barminum og vitaði fyrst, um hann læsti upp dyrnar í fangaholinum. Og táið hann snaraði lykilin, fór sláin frá, og hurðin fleyg á víðan vegg sum einki. Kristin og Vónríkur komu nú báðir út. Síðani fór hann at teimum ytru durunum, sum gingu út í borgargarðin, og læt eisini tær upp við lykli sínum. Hann fór nú til jarnportrið; tí tað kravdi at verða upplæst við; men lásið í tí var ógvuliga trekt; tó læsti lykilin tað upp. Teir fírdu tá hurðina í portrinum upp fyri at sleppa sær burtur sum skjótast; men porturshurðin ríkti so illa, táið hon fór upp, at hon vakti Vónloysi risa. Hann leyp á føtur og skuldi halda eftir fangunum; men tá kendi hann, at limir hansara sviku hann, tí hann fekk upp aftur krampaslag, so at tað var heilt ógjørligt hjá honum at elta teir. Teir gingu nú og komu á landaveg Kongsins; og har vóru teir tryggir, tí teir vóru nú ikki longur á ogn risans. Táið teir vóru komnir um garðin eftir steintrappuni, fóru teir at samráðast um, hvat teir skuldu gera fyri at forða, at aðrir, sum eftir komu, skuldu av hesi steintrappu verða leiddir upp í hendurnar á Vónloysi risa. Teir samdust tá um at reisa ein steyra og høgga inn í hann hesi orð: ?Um hesa steintrappu gongur vegurin til Ivaborg, sum Vónloysi risi eigur, hann, sum vanvirðir Kongin í Himmallandi og roynir at forkoma heiløgu pílagrímum hansara.? Hetta, sum skrivað stóð, lósu mangir, sum eftir komu, og sluppu soleiðis undan vandanum. Táið hetta var gjørt, sungu teir: ?Av vegnum fóru vit og fingu sjá, at á forboðið stað vit komu tá. Lat teir, sum eftir koma, ansa sær! Vilst ei av leið, tí Ivaborg er nær, og risin Vónloysi, hann valdar har!? Teir gingu nú, inntil teir komu til Lívsælu Fjøll; tey tilhoyra Harranum yvir fjallinum, sum vit áður hava tosað um. Teir fóru niðan á fjøllini at hyggja at blómugørðunum, urtagørðunum, víngørðunum og vatnskeldunum, sum teir drukku úr og vaskaðu sær í; eisini ótu teir av vínberunum, so nógv sum teir vildu. Á fjallatindunum her vóru hirðar, sum røktaðu fylgi síni; teir stóðu fram við landavegnum. Pílagrímarnir fóru tá til teirra og løgdu seg fram á stavarnar sum móðir pílagrímar vanliga gera, táið teir á ferðini standa og tosa við onkun; teir spurdu: ?Hvør eigur Lívsælu Fjøll her? Og hvør eigur seyðin, ið gongur á teimum?? Hirðarnir: ?Hesi fjøll eru Immanuels Land, og Staðurin sæst hiðani; seyðurin er hansara við; hann hevur latið lív sítt fyri hann.? Kristin: ?Er hetta vegurin til Himmalstaðin?? Hirðarnir: ?Hetta er júst vegurin, sum tit eru á.? Kristin: ?Hvussu langt er hagar?? Hirðarnir: ?Ov langt fyri ein og hvønn uttan tey, sum sanniliga skulu koma hagar.? Kristin: ?Er vegurin tryggur ella vandafullur?? Hirðarnir: ?Tryggur hjá teimum, sum hann skal vera tryggur hjá; men brotsmenn snáva á honum? (Hos. ). Kristin: ?Er á hesum staði nakað at lívga pílagrímarnar við, sum eru móðir og máttleysir av gongdini?? Hirðarnir: ?Harrin yvir hesum fjøllum hevur álagt okkum ikki at gloyma at vera gestablíð við fremmand (Heb. ); alt gott, ið her er, tað er tí tykkum til tænastu.? Eg sá eisini í dreyminum, at táið hirðarnir vórðu varir við, at hetta vóru ferðamenn, spurdu teir teir eisini um ymiskt, og teir svaraðu upp á tað, eins og teir høvdu gjørt aðrastaðni. Til dømis spurdu teir: ?Hvaðani koma tit? Hvussu komu tit inn á vegin? Hvussu hevur tykkum eydnast at verða verandi á honum? Tí ikki mangir av teimum, sum taka leiðina higar, koma so langt sum á hesi fjøll.? Men táið hirðarnir hoyrdu svar teirra, hugdu teir upp á teir við stórum kærleika og søgdu: ?Vælkomnir á Lívsælu Fjøllum!? Hirðarnir itu: Kunnskapur, Royndur, Árvakin og Sannhjartaður. Teir leiddu teir nú inn í tjøld síni og settu fyri teir tað, ið teir høvdu fyri hond. Síðani søgdu teir: ?Vit vilja hava tykkum at steðga nakað her, so vit koma at kennast, og serliga, fyri at tit kunnu verða lívgaðir av tí góða, ið er her á Lívsælu Fjøllum.? Pílagrímarnir søgdu við teir, at teimum dámdi væl at steðga. Teir løgdu seg tá til hvíldar ta náttina; tí nú var ógvuliga seint. So sá eg í dreyminum, at morgunin eftir vaktu hirðarnir Kristin og Vónríkan og bóðu teir koma út at ganga á fjøllunum. Teir fóru tá út við teimum og gingu eina løtu; har var sera vakurt útsýni í allar ættir. Tá søgdu hirðarnir hvør við annan: ?Skulu vit vísa hesum pílagrímum ymiskt sjáldsamt?? Táið teir vóru komnir ásamt um at gera hetta, fóru teir fyrst við teimum niðan á tindin á einum fjalli, ið æt Villing, og sum var ógvuliga bratt á tí síðuni, sum frá teimum vendi. Teir bóðu teir hyggja útav. Kristin og Vónríkur so gjørdu, og tá sóu teir niðri undir fjallinum ikki fáar menn, sum vóru omandotnir av tindinum og høvdu sorað seg sundur. Tá segði Kristin: ?Hvat merkir hetta?? Hirðarnir svaraðu: ?Hava tit ikki hoyrt um teir, sum vóru vilstir av leið við at lurta eftir Hýmeneusi og Filetusi viðvíkjandi trúnni á uppreisn likamsins?? ( Tim. ). Teir svaraðu: ?Jú.? Hirðarnir søgdu: ?Teir er tað, ið tit síggja sundursoraðar niðri undir fjallinum her. Sum tit síggja, eru teir líka til henda dag ikki jarðaðir, øðrum til eitt dømi, so teir varða seg fyri at klúgva ov høgt ella koma ov langt út á eggina á hesum fjalli.? Síðani sá eg, at teir fóru við teimum niðan á tindin á einum øðrum fjalli Ávaring æt tað og bóðu teir hyggja langan veg burtur. Táið teir so gjørdu, tykti teimum, at teir sóu fleiri menn, sum gingu aftur og fram millum gravir, ið har vóru. Teir raktu við, at menninir vóru blindir, tí teir duttu stundum um leiðini, og teir funnu ikki veg burtur frá teimum. Tá segði Kristin: ?Hvat merkir hetta?? Hirðarnir svaraðu: ?Sóu tit ikki eitt sindur niðri undir hesum fjøllum eina steintrappu, sum leiðir um garðin inn á eina mark vinstrumegin vegin higar?? ?Jú,? svaraðu teir. Tá søgdu hirðarnir: ?Frá tí trappuni gongur ein gøta beinleiðis til Ivaborg, sum Vónloysi risi eigur. Og hesir menn? teir peikaðu nú á teir, sum millum gravirnar gingu ?vóru einaferð á pílagrímsferð sum tit, og teir komu líka at hesi steintrappuni. Men við tað at tann rætti vegurin var óslættur har, tóku teir fyrr at fara av honum inn á hesa markina, og so tók Vónloysi risi teir og setti teir fastar í Ivaborg. Táið hann so hevði havt teir sitandi í fangahúsinum eina tíð, stakk hann til endans eygu teirra út og leiddi teir inn ímillum gravirnar her, og har hevur hann latið teir reikað um líka til henda dag fyri at orð vísmansins skuldu ganga út: ?Tað menniskja, ið villist burtur av klókskaparleið, skal skjótt hvíla millum deydningarnar? (Orðt. ). Tá hugdu Kristin og Vónríkur hvør upp á annan, og tár runnu teimum av eygunum; men teir søgdu einki við hirðarnar. Nú sá eg í dreyminum, at hirðarnir fóru til eitt annað stað við teimum, oman í ein dal. Har vóru einar dyr inn í fjallið, og teir lótu dyrnar upp og bóðu teir hyggja inn. Táið teir so gjørdu, sóu teir, at har var ógvuliga myrkt og fult av royki. Teimum tykti eisini, at teir hoyrdu brak sum av eldi og róp sum av menniskjum, ið verða pínd, og teir kendu svávulsroyk. Tá segði Kristin: ?Hvat merkir hetta?? Hirðarnir søgdu við teir: ?Hetta er ein hjávegur til Helviti, ein vegur, sum hyklarar ganga, slíkir, sum selja frumburðarrætt sín eins og Esau, slíkir, sum selja Meistara sín eins og Judas, slíkir, sum spotta evangeliið eins og Aleksander ( Tim. ), og slíkir, sum brúka lygn og lótir eins og Ánanias og Saffira, kona hansara.? Tá segði Vónríkur við hirðarnar: ?Eg skilji, at allir hesir lótust einaferð at vera pílagrímar eins og vit; ikki so?? Hirðarnir: ?Jú, og tað eisini leingi.? Vónríkur: ?Hvussu langt komu teir tá á pílagrímsferð síni, hesir, sum kortini blivu soleiðis vrakaðir?? Hirðarnir: ?Summir longri enn at hesum fjøllum, summir ikki so langt sum higar.? Tá søgdu pílagrímarnir hvør við annan: ?Vit hava fyri neyðini at rópa til hin sterka um styrki.? Hirðarnir: ?Ja; og tit hava fyri neyðini at nýta hana við, táið tit hava fingið hana.? Pílagrímarnir høvdu nú hug at halda ferðina fram, og hetta hildu hirðarnir við. Teir fylgdust tí, líka hagar sum fjøllini endaðu. Tá søgdu hirðarnir hvør við annan: ?Latið okkum her vísa pílagrímunum portrini á Himmalstaðnum, um teir annars duga at hyggja í kikara okkara!? Hesum tóku pílagrímarnir hjartans glaðir av. Teir fóru tí við teimum niðan á tindin á einum fjalli, ið æt Klárt, og fingu teimum kikaran at hyggja í. Teir royndu nú at hyggja; men minnið um hetta seinasta, ið hirðarnir høvdu víst teimum, voldi, at teir vóru risthentir, og hetta forðaði teimum at síggja skilliga í kikaranum. Tó hildu teir seg síggja nakað, sum kundi verið portrið, og somuleiðis nakað av dýrdini har. So fóru teir avstað og sungu: ?Hjá hirðunum vit sóu loynimál, duld annars fyri hvørji mannasál; kom tí til hirðarnar, um tú vilt fá mangt djúpt, mangt dult, mangt undurfult at sjá!? Í tí teir skuldu skiljast frá teimum, gav ein hirðin teimum eina frágreiðing um vegin. Ein annar bað teir varða seg fyri Smikrara. Uppaftur ein annar bað teir ansa sær ikki at sova í Gyklaða Landi. Og tann fjórði bað Gud fylgja teimum. Tá vaknaði eg úr dreyminum. Uppaftur sovnaði eg og droymdi. Eg sá tá hesar somu pílagrímar báðar ganga oman av fjøllunum eftir landavegnum til Staðin. Stutt frá hesum fjøllum lá við vinstru síðu eitt land, sum æt Erpinskapur. Úr tí gekk ein smøl, krókut rás inn á vegin, sum pílagrímarnir ferðaðust eftir. Her hittu teir ein kátan, ungan mann, sum æt Fávitska. Kristin spurdi hann tá, av hvørjum leiðum hann kom, og hvar hann ætlaði sær. Fávitska: ?Eg eri ættaður úr hasum landinum har yviri, eitt sindur til vinstru, og eg fari til Himmalstaðin.? Kristin: ?Men hvussu ætlar tú at sleppa inn um portrið? Tað kann koma at vera tær torført.? ?Á sama hátt sum onnur góð fólk,? svaraði hann. Kristin: ?Men hvat hevur tú at vísa við portrið, so tær verður latið upp?? Fávitska: ?Eg veit vilja Harra míns, og eg havi skikkað mær væl; eg gjaldi hvørjum manni sítt, eg biði, fasti, lati tíggjund, gevi olmussur og eri farin úr landi mínum fyri at náa, hagar sum eg ætli mær.? Kristin: ?Men tú komst ikki um Tronga Portur, har sum vegurin byrjar; tú komst higar eftir hasi krókuti rásini, og tí óttist eg fyri, at hvat tú so heldur um teg sjálvan, so verður tú, táið roknskapardagurin kemur, hildin at vera ein tjóvur og ránsmaður heldur enn at fáa atgongd til Staðin.? Fávitska: ?Góðu menn! Tit og eg hava ikki hitst áður. Gangið tit bert eftir trúnni, ið tey hava í landi tykkara, so skal eg ganga eftir trúnni í landi mínum! Eg vóni, at alt fer at gangast væl. Og viðvíkjandi portrinum, ið tú tosar um, so veit allur heimurin, at tað er langt burtur frá landi okkara. Eg trúgvi aldri, at nakar her á øllum okkara leiðum so mikið sum veit vegin til tað; ei heldur haldi eg vara so mikið um at vita hann; tí sum tú sært, hava vit eina góða, nossliga, grøna rás, sum gongur beint úr landi okkara stytstu leið inn á vegin her.? Táið Kristin sá, at maðurin var vísur í egnum eygum, teskaði hann við Vónríkan: ?Meiri vón er um dáran enn um hann!? (Orðt. ). Og framvegis segði hann: ?Hvar ið dárin so fer, fattast honum vit, og hann ger, at øll síggja, hann er dári? (Præd. ). Hvat heldur tú? Skulu vit tosa meiri við hann, ella skulu vit ganga fram um hann og lata hann ganga einsamallan og hugsa um tað, ið hann hevur hoyrt longu, og so steðga honum seinni og vita, um vit á nakran hátt kunnu vera til nakað gagn?? Tá segði Vónríkur: ?Lat Fávitsku eitt sindur hugsa nú um tað, hann hoyrdi, ei tí nokta bú í hjartanum, so heilt til endan hann er blindur, lívsins leið ei finna kann! Gud sigur, tann, ið ikki hevur skil, hann steingir úti, ei hann frelsa vil.? Og framvegis segði Vónríkur: ?Eg hugsi, tað er beinast ikki at siga honum alt í senn. Lat okkum ganga fram um hann, um tú hevur hug til tað, og so seinni fara aftur at tosa við hann, eftir sum hann nú er mentur at bera!? Teir hildu so fram báðir, og Fávitska kom aftaná. Táið teir so vóru komnir eitt sindur fram um hann, komu teir inn á ein ógvuliga myrkan veg, og har møttu teir einum manni, sum sjey illir andar høvdu bundið við sjey sterkum togum og nú fóru avstað við aftur til dyrnar, sum teir høvdu sæð, sum gingu inn í fjallið (Matt. ). Tá fór hin góði Kristin at pipra, og sama gekst Vónríkum, felaga hansara; tó, sum nú teir illu andarnir fóru avstað við manninum, hugdi Kristin fyri at vita, um hann kendi hann; honum tykti, at tað var ein, ið æt Faravleið, og sum búði í býnum Fráfalli. Hann fekk tó ikki rættiliga sæð andlit hansara, tí hann boygdi høvdið niður sum ein tjóvur, ið er tikin. Táið hann var farin fram við teimum, hugdi Vónríkur aftan á honum og sá tá á baki hansara eitt pappír, sum skrivað stóð á: ?Tómur vitnisburður, samvitskuleyst fráfall.? Tá segði Kristin við felaga sín: ?Nú kemur mær til hugs nakað, ið mær varð sagt, sum hendi ein góðan mann her á leið. Hann æt Trúarveikur, men var eitt gott fólk; hann búði í býnum Hjartasannleika. Tað, ið hendi hann, var hetta. Har sum hesin vegurin byrjar, kemur frá Breiðavegarportri ein annar vegur, nevndur Deyðmannagøta; hetta navn er komið av, at so mong verða myrd har. Nú var hesin Trúarveikur farin á pílagrímsferð sum vit, og so bar á, at hann setti seg har og sovnaði. Og júst tá komu eftir vegnum frá Breiðavegarportri tríggir óargaskálkar, sum itu Mótleysur, Mistrúgv og Sekur teir vóru brøður og táið teir raktu við Trúarveikan, har hann sat, tóku teir at renna, alt teir vóru mentir. Hesin góði maður var júst vaknaður upp úr svøvni og reistist og ætlaði at halda fram ferð sína. Teir komu nú allir til hansara og bóðu hann við hóttandi orðum steðga. Av hesum bliknaði Trúarveikur og varð sum eitt lík; hann orkaði hvørki at halda ímóti ella flýggja. Nú segði Mótleysur: ?Út við pengapunginum!? Men hann var ikki so kvikur at gera hetta, tí honum dámdi lítið at missa pengar sínar; tá leyp Mistrúgv yvir til hansara, stakk hondina í lumma hansara og tók ein pung við silvurpengum upp úr honum. Tá rópti Trúarveikur: ?Tjóvar, tjóvar!? Men Sekur sló Trúarveikan í høvdið við einum stórum gassa, ið hann hevði í hondini; hann varð feldur til jarðar av slagnum og lá har og bløddi sum ein, ið er um at bløða burtur. Tjóvarnir stóðu hjá honum alla tíðina; men at endanum hoyrdu teir onkun koma eftir vegnum, og við tað at teir óttaðust fyri, at tað var ein, sum æt Stórnáði og búði í býnum Stóráliti, tóku teir til rýmingar og lótu hin góða mannin liggja og bjarga sær, sum best hann kundi. Endiliga fekk Trúarveikur vitið aftur og slapp sær á føtur og royndi at stólpa avstað leið sína. Hetta var søgan.? Vónríkur: ?Men tóku teir frá honum alt, ið hann átti?? Kristin: ?Nei, teir leitaðu ikki uppi á honum, har sum hann goymdi teir dýru steinarnar, ið hann átti; teir hevði hann tí eftir. Men mær er sagt, at hesin góði maður var ógvuliga harmur um tað, ið hann hevði mist; tjóvarnir vóru farnir við mest sum øllum pengunum, ið hann skuldi nýta á ferð síni. Sum eg segði, teir dýru steinarnar fingu teir ikki, og eisini hevði hann eitt sindur av pengum eftir, men nóg illa so mikið, sum hann skuldi brúka, inntil ferð hansara var at enda ( Pæt. ), ja, um tað er satt, ið mær er sagt, so var hann noyddur at bidda seg fram fyri at halda lívinum uppi; tí teir dýru steinarnar mátti hann ikki selja. Men tóat hann biddaði og gjørdi tað, ið hann kundi, gekk hann, sum vit plaga at siga, mangan við tómum maga restina av ferð síni.? Vónríkur: ?Men var tað ikki eitt undur, at teir tóku ikki passið, sum hann skuldi vísa við himmalportrið fyri at sleppa inn?? Kristin: ?Jú, tað var eitt undur; men tað fingu teir ikki. Men tað var ikki av hansara ávum, at teir tóku tað ikki; tí hann var so sligin av ræðslu, táið teir løgdu á hann, at hann hevði hvørki mátt ella skil at fjala nakað; tað var tí Guds góða umsorgan, at hann misti ikki henda dýra skatt; tað var, sum sagt, ikki av hansara ávum.? Vónríkur: ?Men tað má ivaleyst hava verið honum ein stór troyst, at teir fingu ikki henda dýrgrip frá honum.? Kristin: ?Tað hevði kunnað verið honum ein stór troyst, hevði hann brúkt hann, sum hann skuldi; men teir, ið søgdu mær hesa søgu, søgdu, at hann nýtti hann lítið alla restina av ferð síni; tí ræðslan lá so tung á honum um tað, at teir høvdu tikið pung hansara; ja, tað var so, at hann mintist ikki til, at hann hevði henda skatt, mesta partin av vegnum, ið hann hevði eftir. Haraftrat kom, at táið honum onkuntíð kom tað í hug, og hann byrjaði at kenna tað sum eina troyst, tá fór hann uppaftur at hugsa um tað, ið hann hevði mist, og hesir tankar gingu fram um alt annað.? Vónríkur: ?Neyðar maður! Tað var illa! Hetta mátti vera honum ein stór sorg.? Kristin: ?Sorg! Ja, ikki smávegis sorg. Mundi tað ikki verið okkum øllum ein stór sorg, um so illa varð farið við okkum, um rænt varð frá okkum, og vit vórðu særdir við, og tað á einum fremmandum plássi, sum hann var! Tað var eitt undur, at hann doyði ikki av sorg, neyðar menniskja! Mær er sagt, at hann lítið gjørdi alla restina av ferð síni uttan syrgdi og gramdi seg sárt. Øllum, sum fingu hann aftur, ella sum hann fekk aftur, á vegnum, segði hann frá, hvar og hvussu teir høvdu rænt frá honum, hvørjir teir vóru, sum gjørdu tað, og hvat hann hevði mist, hvussu hann var særdur og nóg illa sloppin við lívinum.? Vónríkur: ?Men tað er merkiligt, at hann ikki av neyð tók at selja ella seta í pant summar av teimum dýru steinunum, so hann í øllum førum kundi hava so mikið, sum hann brúkti á ferðini.? Kristin: ?Tú tosar, sum tú enn í dag einki skil skuldi havt. Hvat skuldi hann sett teir í pant fyri, ella hvørjum skuldi hann selt teir! Ongastaðni í tí landinum, har sum rænt varð frá honum, vóru teir dýru steinar hansara hildnir at hava nakað virði, og líka lítið nyttaði honum nakað tann hjálp, ið hann kundi fingið, um hann læt teir. Harumframt er at siga, at hevði hann ikki teir dýru steinarnar, táið hann kom at himmalportrinum, so varð hann stongdur úti frá at fáa arv har; tað visti hann væl. Og hetta hevði verið ringari enn at møtt tíggju túsund tjóvum og verðið rændur av teimum.? Vónríkur: ?Hví ert tú so hvassligur, bróðir? Esau seldi frumburðarrætt sín, og tað fyri bert eina máltíð av linsuvellingi (Heb. ), og hesin frumburðarrættur var størsti dýrgripur, ið hann átti; táið nú hann gjørdi tað, hví kundi so ikki Trúarveikur gera tað við!? Kristin: ?Ja, víst seldi Esau frumburðarrætt sín, og tað hevur mangur annar gjørt javnt við hann; men tey hava eisini eins og tað ólukkudýrið stongt seg úti frá tí størstu signing av øllum. Men tú mást gera mun á Esau og Trúarveikum, og eisini mást tú gera mun á standi teirra. Frumburðarrættur Esaus var ein fyrimynd, men tað vóru teir dýru steinarnir hjá Trúarveikum ikki. Esau hevði búkin til gud, men so var ikki við Trúarveikum. Tað, ið bagdi Esau, var holdliga girnd hansara; men hetta var ikki feilurin hjá Trúarveikum. Haraftrat hevði Esau einki størri fyri eyga enn at fáa lystir sínar stillaðar. ?Eg eri jú um at doyggja,? segði hann; ?hvat leggi eg í frumburðarrættin!? Men tóat Trúarveikum var fallið í lut bert at eiga lítla trúgv, so helt júst henda veika trúgvin hann frá at vera so oyðslutan, og hon fekk hann at virða teir dýru steinar sínar meiri enn so, at hann fór at selja teir, sum Esau seldi frumburðarrættin. Tú lesur ongastaðni, at Esau hevði trúgv, nei, aldri so frægt sum eina lítla trúgv. Tað er einki undur, at tað menniskja, sum holdið ræður einsamalt í og tað ger tað í øllum, sum onga trúgv hava at tað menniskja selur frumburðarrætt sín, sál sína og alt, ja, selur Djevulinum í Helviti tað; tí tað er við slíkum, sum tað er við einum villum esli: ?Lyst hennara hvør fær tamt hann!? (Jer. ). Táið sinni teirra vendist til lystirnar, so vilja tey mettast av teimum, kosti, hvat tað vil! Men Trúarveikur hevði eitt annað lyndi; hugur hansara var til tað, ið hoyrdi Gudi til; hann livdi av tí andaliga og tí, sum er av Himli. Hvussu skuldi nú ein, sum hevði slíkt lyndi, fara at selja dýru steinar sínar um nú so var, at onkur hevði viljað keypt teir og fylla sinni sítt við tí, ið tómt var! Man nakar vilja lata eitt fimmoyra fyri at fáa búk sín fyltan við hoyggi! Ella manst tú fáa yvirtalað eina turtildúvu at liva av tí, sum ein kráka fyllir í seg! Um so tey, sum onga trúgv hava, seta í pant ella selja tað, ið tey eiga, ja, beinan vegin seg sjálv við, fyri at metta holdslystir sínar, so kunnu tey, sum hava trúgv, frelsandi trúgv, ikki gera hetta, ið hvussu lítil trúgv teirra er. Her er tað tí, at tú, bróðir, mistekur teg.? Vónríkur: ?Eg gangi við tað. Men tú vart so strangur í atfinning tíni, at tú mundi loypt ilt í meg.? Kristin: ?Hví tað! Eg líknaði teg bert við hesar kátu fuglarnar, ið renna aftur og fram á ókendum leiðum og ikki hava skil at síggja vandan. Men gloym nú tað og hugsa um sjálvan spurningin, ið vit tosa um! So munnu vit fara at koma ásamt.? Vónríkur: ?Men, Kristin, eg eri vísur í, at hinir tríggir jassarnir í grundini vóru ræddir allir; heldur tú annars, at teir høvdu flýtt, við tað sama sum teir hoyrdu ein koma eftir vegnum! Hví tók Trúarveikur ikki meiri mót í seg? Eg haldi, hann hevði kunnað roynt ein bardaga við teir og ikki givist, fyrrenn alt mót var úti um at vinna.? Kristin: ?Ja, mangur hevur sagt, at teir eru ræddir; men fáur hevur kent tað so á royndarstund. Og viðvíkjandi at hava mót ja, tað var tað, ið Trúarveikur ikki hevði. Og eg skilji á tær, bróðir, at hevði tú verið staddur sum hann, so hevði tú bara hildið ímóti og síðani givið teg undir. Og sanniliga, táið mót títt ikki er størri enn so, nú teir eru langt burtur, so kundi tað verið, at tú komst at hugsa nakað annað, høvdu teir herjað soleiðis á teg sum á hann. Men minst so eisini, at hesir tjóvar eru løntir menn undir einum øðrum! Teir tæna hjá konginum yvir hini botnleysu avgrund; um gerst neyðugt, kemur hann teimum til hjálpar, og rødd hansara er, sum táið leyva brølar ( Pæt. ). Eg havi sjálvur verið staddur sum Trúarveikur, og eg sannaði, at tað er ræðuligt. Hesir tríggir ránsmenn løgdu á meg, og eg helt ímóti, sum einum kristnum sømir; men teir gjørdu bert eitt róp, og við tað sama kom harri teirra. Eg hevði latið lív mítt fyri eitt tveyoyra, sum tey plaga at siga, um eg ikki eftir Guds vilja hevði verið latin í tey herklæði, sum einki bítur á. Og tóat eg var í slíkum herklæðum, var einki út at geva, at eg vardi meg sum ein maður. Eingin kann siga frá, hvat ið bíðar okkum í slíkum bardaga, uttan tann, sum sjálvur hevur verið í honum.? Vónríkur: ?Víst; men tó flýddu teir, bert tí teir hildu tað vera Stórnáði, sum kom eftir vegnum.? Kristin: ?Tað er satt, at teir hava ofta flýtt, bæði teir og harri teirra, táið Stórnáði hevur komið; og tað er ikki so løgið; tí hann er kempan hjá Kongi; men eg hugsi, tú manst gera mun á Trúarveikum og kempu Kongs. Ikki allir, sum tæna hjá Kongi, eru kempur, ei heldur kunnu teir, táið á stendur, gera slík brøgd sum hann. Er tað rímiligt at hugsa, at eitt smábarn hevði kunnað hagreitt Goliat, sum Dávid gjørdi! Ella at ein títlingur skuldi verið so sterkur sum ein oksi! Summi eru sterk, og summi veik; summi hava sterka trúgv og summi veika. Hesin maður var ein av teimum veiku, og tí lútaði hann.? Vónríkur: ?Eg hevði unt teimum, at tað var Stórnáði, teir hittu!? Kristin: ?Um tað so var hann, so hevði staðið á hjá honum. Eg skal siga tær, at hóast Stórnáði dugir frálíka væl at nýta vápn síni og kann verja seg væl móti teimum, so leingi sum hann fær nýtt svørðið, so høvdu teir ivaleyst fingið í lag at lagt hann fyri fót, bert teir sluppu honum nóg nær, bæði Mótleysur, Mistrúgv og hin triði. Og tú veitst, at táið ein maður er feldur, so fær hann einki gjørt. Ein og hvør, sum gjølla hyggur at andlitinum á Stórnáði, skal fáa at síggja arrini og merkini, ið hann ber, og sum greitt prógva tað, ið eg sigi. Ja, mær varð einaferð sagt frá, at hann skal hava sagt og tað, meðan hann var í bardaganum ?Vit høvdu enntá ikki mót um lív? ( Kor. ). Hvussu fingu ikki hesi óargadýrini Dávid at suffa, syrgja og gremja seg! Ja, Heman og Ezekias við, tóat teir vóru kempur á sínum døgum, sluppu at royna seg, táið teir herjaðu á teir og vórðu kortini illa skølsettir av teimum. Eisini Pætur fór einaferð at royna, hvat hann var mentur, og hóast summi siga, at hann var ein høvdingi millum ápostlarnar, hagreiddu teir hann kortini so, at teir fingu hann at ræðast eina neyðar gentu. Og haraftrat er kongur teirra aldri langt burtur; hann er altíð so nær, at teir fáa rópt hann. Eru teir onkuntíð illa staddir, so er hann vissur at reisast og koma teimum til hjálpar. Um hann er sagt: ?Verður hann raktur við svørði, so bítur tað ikki á, ei heldur spjót, pílur ella kastispjót. Jarn roknar hann fyri strá, kopar fyri ormetnan við. Sonur bogans fær hann ikki at flýggja; sleingisteinarnir blivu honum umskiftir til hálm. Gassar verða roknaðir sum hálmur, og hann lær, um spjótið kemur súsandi? (Job ). Hvat kann eitt menniskja gera, táið so stendur til! Ikki at ivast í, hevði ein maður altíð hestin hjá Job, og hevði hann skil og dirvi at ríða á honum, so kundi hann útint stórverk: ?Er tað tú, ið gevur hestinum styrki! Klæðir tú háls hansara við flagsandi faksi! Er tað tú, ið lærir hann at leypa sum grashoppa, alt meðan hann froysir so ræðuliga! Glaður í styrki síni skavar hann markina; so heldur hann fram móti vápnaðum skarum. Hann lær at ræðsluni og óttast ikki, víkur ikki fyri svørðinum. Yvir honum glintar pílahúsin, spjót og lansa skyggja. Við gangi og øði skræðir hann upp markina, hann fær ikki stýrt sær, táið lúðurin ljóðar. Hvørja ferð lúðurin ljóðar, sigur hann: ?Hey!? Og langan veg luktar hann bardagan við torurødd høvdinga og herrópi? (Job ). Men slíkir menn sum tú og eg, menn, sum ferðast til gongu, vit eiga aldri at ynskja okkum at møta einum fígginda, ei heldur eiga vit, táið vit hoyra um aðrar, at teir hava lútað undir, at reypa, sum vit høvdu kunnað greitt tað betur, ella hava stórar tankar um, hvussu mansligir vit eru. Slíkum gongst helst ringast, táið teir verða royndir. Dømi um hetta er Pætur, sum eg nevndi í áðni. Hann dugdi at brúka stór orð, ja menn kundi hann so; hann kundi, sum fáfongda sinni hansara fekk hann at siga, standa menniligari og tola meiri fyri Harra sín enn allir aðrir; men hvør varð so vunnin og rendur um koll av hesum ránsmonnum sum hann! Táið vit nú frætta, at slík ránsverk eru gjørd á landavegi Kongs, eiga vit at gera hesi bæði: Fyri tað fyrsta at fara avstað, væl brynjaðir í herklæðum, og ikki gloyma at taka skjøld við okkum; tí tað, ið voldi, at hin, sum so djarvur helt á Livjatan, ikki fekk hann at lúta, var, at hann ongan skjøld hevði. Og sanniliga, hava vit ikki skjøldin við, so ræðist hann okkum heilt ikki. Tí hevur hann, ið kunnskapin eigur, sagt: ?Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda? (Ef. ). Harnæst er tað eisini gott, at vit biðja Kong um fylgi, ja, biðja hann sjálvan koma við okkum. Hetta var tað, ið fekk Dávid at rópa av gleði, táið hann gekk í Deyðaskuggadali, og Móses vildi fyrr doyggja, har sum hann stóð, enn ganga eitt stig, skildur frá Gudi sínum ( Mós. ). Á, bróðir mín! Bert hann vil vera við okkum á ferðini, hví skulu vit tá óttast tíggjutúsund, sum hava tikið støðu ímóti okkum! (Sálm. ). Men skildir frá honum mugu stoltastu hjálparmenn lúta í bardaganum. Eg fyri mín part havi verið í stríði fyrrenn nú, og tóat eg við náði hansara, sum góður er eri á lívi enn, sum tú sært, so fái eg ikki róst mær av hava verið mansligur. Glaður skal eg vera, um eg komi ikki í slíkan váða uppaftur; men eg óttist fyri, at vit eru ikki komnir úr øllum vanda enn. Tó táið nú leyvan og bjørnin ikki hava skrætt meg sundur higartil, so vóni eg, at Gud skal bjarga mær undan tí næsta óumskorna Filistara við? ( Sám. ). Nú sang Kristin: ?Á, Trúarveikur! Hittu ránsmenn teg! Minst: Tann, sum trýr og har í styrkir seg, skal vinna tíggju túsund, ja, júst hann, sum annars fyri trimum lúta man!? Síðani hildu teir ferðina fram, og Fávitska fylgdi eftir. Teir gingu, inntil teir komu til eitt stað, har ein annar vegur kom saman við vegin, ið teir gingu á. Hesin vegur tyktist at vera líka beinur sum teirra, og teir vistu nú ikki, hvønn vegin teir skuldu taka. Teir steðgaðu tí her og ætlaðu um hetta. Og sum teir nú hugsaðu um leiðina, kom til teirra ein maður, sum hevði svart hold, men var í ógvuliga ljósum klæðum; hann spurdi, hví teir stóðu her. Teir svaraðu, at teir skuldu til Himmalstaðin, men vistu ikki, hvønn veg teir skuldu ganga av hesum báðum. ?Fylgið mær eftir!? segði maðurin; ?tað er hagar, eg fari.? Teir fóru so aftan á honum eftir tí vegnum, sum har kom saman við veg teirra. Men hesin vegur gekk í bug so við og við, so at endin varð, at hann leiddi teir burtur frá Staðnum, ið teir ætlaðu sær til. Og tóat andlit teirra skjótt vendu tann øvuta vegin, hildu teir á at fylgja aftan á manninum. Men áðrenn langt um leið, og uttan at teir vóru varir við tað, leiddi hann teir báðar í eitt net, sum teir fløktust so inn í, at teir vistu ikki, hvat teir skuldu gera. Og nú fall tann hvíti búnin av bakinum á hesum svarta manni, og teir sóu tá, hvar teir vóru. Har lógu teir tá eina tíð og gramdu seg; tí teir dugdu ikki at greiða seg úr aftur netinum sjálvir. Tá segði Kristin við felaga sín: ?Nú síggi eg, at eg eri komin á skeiva leið. Søgdu ikki hirðarnir við okkum, at vit máttu varða okkum fyri smikrarum! Vit hava í dag sannað orð vísmansins: ?Tann, ið smikrar fyri næsta sínum, leggur út net fyri fót hansara? (Orðt. ). Vónríkur: ?Teir góvu okkum eisini frágreiðing um vegin, fyri at vit tess vissari skuldu finna hann; men hana hava vit eisini gloymt at lesa. Og vit hava ikki varðað okkum fyri leiðini hjá yvirgangskroppum. Í hesum var Dávid vísari enn vit; tí hann sigur: ?Hvat so menniskjuni gera, havi eg, eftir orði varra Tína, varðað meg fyri leið yvirgangsmansins? (Sálm. ). Soleiðis gramdu teir seg í netinum. Til endans sóu teir ein skínandi mann koma til sín; hann hevði í hondini ein koyril av klønum togi. Táið hann var komin, hagar sum teir vóru, spurdi hann teir, hvaðani teir vóru, og hvat teir gjørdu har. Teir søgdu honum, at teir vóru armir pílagrímar á veg til Zion, men at ein svartur maður í hvítum búna hevði leitt teir burtur av vegnum; ?hann bað okkum,? søgdu teir, ?fylgja sær eftir, tí hagar fór hann við.? Tá segði hann, sum koyrilin hevði: ?Tað er Smikrari, ein falskur ápostul, sum hevur skapt seg um til eingil ljóssins? ( Kor. ). So skræddi hann netið sundur og loysti menninar úr tí. Síðani segði hann við teir: ?Fylgið mær eftir, so skal eg leiða tykkum inn aftur á veg tykkara!? Hann fylgdi teimum nú aftur á vegin, sum teir vóru farnir av, táið teir fóru aftan á Smikrara. Nú spurdi hann teir: ?Hvar gistu tit í nátt?? Teir svaraðu: ?Hjá hirðunum á Lívsælu Fjøllum.? Hann spurdi teir tá, um teir onga frágreiðing høvdu um vegin. ?Jú,? svaraðu teir. ?Men táið tit stóðu ráðaleysir,? segði hann, ?tóku tit tá frágreiðingina og lósu í henni?? Teir svaraðu nei. ?Hví?? spurdi hann teir. Teir søgdu, at teir høvdu gloymt tað. Framvegis spurdi hann teir, um hirðarnir høvdu ikki ávarað teir at ansa sær fyri Smikrara. ?Jú,? svaraðu teir, ?men okkum kom ikki til hugs, at hesin maður, sum so føgur orð talaði, skuldi vera hann.? Nú sá eg í dreymi mínum, at hann beyð teimum at leggja seg niður, og teir so gjørdu. So tyktaði hann teir hart fyri at læra teir ta góðu leiðina, ið teir skuldu ganga, og meðan hann tyktaði teir, segði hann: ?Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!? (Op. ). Táið hann hevði gjørt hetta, bað hann teir halda ferðina fram og akta væl eftir tí, ið hirðarnir annars høvdu fyriskrivað teimum. Teir takkaðu honum nú fyri alla góðsku hansara og hildu spakuliga fram eftir tí rætta vegnum og sungu hetta: ?Kom, hvør, sum inn á hesa gøtu steig, síggj, hvussu honum gongst, sum fer av leið! Tey góðu ráð hann gloymdi og varð tá í netið fløktur, hjálparleysur lá. Víst fekk hann hjálp, men tyktaður hann varð; ger tú tí ei sum hann, nei, vísdóm lær!? Táið teir nú høvdu gingið nakað, raktu teir við ein mann langt burtur. Hann var einsamallur og kom gangandi spakuliga eftir landavegnum ímóti teimum. Tá segði Kristin við felaga sín: ?Har yviri gongur ein maður, sum vendir bakið til Zion; hann kemur ímóti okkum.? Vónríkur: ?Eg síggi hann. Lat okkum nú ansa okkum. Kanska hann við fer at roynast ein smikrari.? Maðurin nærkaðist í hvørjum, og til endans var hann hjá teimum. Hann æt Gudnoktari. Hann spurdi teir nú, hvar teir fóru. Kristin: ?Vit fara til Zionsfjall.? Tá mundi Gudnoktari doyð, sum hann flenti. Kristin: ?Hví flennir tú so?? Gudnoktari: ?Eg flenni, tí eg síggi, hvussu fávitskutir tit eru. Tit eru farnir á eina so troyttandi ferð, og allarhelst fáa tit onga aðra løn fyri stríð tykkara enn allan henda ómak.? Kristin: ?Hvat sigur tú, maður! Heldur tú, at ikki verður tikið ímóti okkum?? Gudnoktari: ?Tikið ímóti tykkum! Eitt slíkt stað sum tað, ið tit droyma um, er ikki til í øllum heiminum!? Kristin: ?Men tað er í hinum heiminum, sum kemur.? Gudnoktari: ?Táið eg var heima í mínum egna landi, hoyrdi eg um hatta, sum tit nú eru so vísir í; og av tí, ið eg hoyrdi, fór eg avstað at vita (Jer. Præd. ). Men nú havi eg í tjúgu ár leitað eftir hesum Staði, og eg síggi líka lítið til hansara, sum fyrsta dag, ið eg fór avstað.? Kristin: ?Vit hava bæði hoyrt og trúgva, at eitt slíkt stað er til.? Gudnoktari: ?Hevði eg ikki, táið eg var heima, trúð tí við, so hevði eg ikki verið farin so langt at leita; men við tað at eg havi ikki funnið tað og var eitt slíkt stað til, so hevði eg havt funnið tað, tí eg havi gingið longur enn tit og leitað eftir tí so fari eg nú heimaftur og ætli at royna at gera mær til góða við tí, sum eg tá vrakaði, tí eg vónaði at finna nakað, sum eg nú veit, er ikki til.? Tá segði Kristin við Vónríkan, felaga sín: ?Er tað satt, ið hesin maður sigur?? Vónríkur: ?Ansa tær! Hann er ein av smikrarunum. Minst til, at vit hava longu einaferð verið noyddir at bøta fyri, at vit lurtaðu eftir einum slíkum manni! Hvat! Einki Zionsfjall! Sóu vit ikki av Lívsælu Fjøllum portrið í Staðnum! Og harumframt: Eiga vit ikki at liva í trúgv nú! Lat okkum fara aftur til gongu, so ikki maðurin við koyrlinum fær okkum aftur einaferð enn! Tað var tú, ið skuldi havt lært meg tað, ið eg nú fari at læra teg: ?Sonur mín! Halt uppat at lurta eftir áminning so villist tú burt frá orðum kunnskapar!? (Orðt. ). Kristin: ?Bróðir mín! Eg spurdi teg ikki hatta, tí eg sjálvur ivaðist um sannleikan av tí, ið tú trýrt, men fyri at royna teg og fáa frá tær ávøkst av sannleikanum, sum er í hjarta tínum. Viðvíkjandi hesum manni, so veit eg, at gudurin hjá hesum heimi hevur gjørt hann blindan ( Kor. ). Lat okkum báðar halda fram, vitandi, at vit kenna sannleikan, og at eingin lygn er av sannleikanum!? ( Jóh. ). Vónríkur: ?Nú gleðist eg í vónini um Guds dýrd!? So vendu teir manninum bakið, og hann fór sína leið, flennandi at teimum. Eg sá nú í dreymi mínum, at teir gingu, inntil teir komu í eitt land, har luftin var so, at svøvnur kom á tey, sum ikki vóru von at vera har. Her kom ein ógvulig tyngd á Vónríkan. Hann var um at sovna og segði við Kristin: ?Ein slíkur svøvnur er fallin á meg, at eg fái nærum ikki hildið eyguni opin. Lat okkum leggja okkum her og dúra eina løtu!? Kristin: ?Tað mugu vit ómøguliga, tí so vakna vit aldri aftur!? Vónríkur: ?Hví, bróðir? Svøvnur styrkir arbeiðsmannin. Dúra vit eina løtu, so verða vit lættari.? Kristin: ?Minnist tú ikki, at ein av hirðunum bað okkum varða okkum fyri Gyklaða Landi? Hann meinti við, at vit skuldu ansa okkum ikki at sovna har. Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar!? ( Tess. ). Vónríkur: ?Eg gangi við, at eg havi skeivt, og hevði eg verið einsamallur her, so hevði eg komið í deyðavanda av svøvni. Eg síggi, at tað er satt, ið vísmaðurin sigur: ?Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur? (Præd. ). Higartil hevur tað verið ein náði móti mær, at eg havi havt teg til felaga, og tú kemur at fáa góða løn fyri arbeiði títt.? Kristin: ?Ja, ja, lat okkum nú fara at tosa okkurt gagnligt! Tað hjálpir móti svøvni.? Vónríkur: ?Tað vil eg hjartaliga fegin.? Kristin: ?Hvar skulu vit byrja?? Vónríkur: ?Har sum Gud byrjaði við okkum; men kanska tú hevur hug at byrja?? Kristin: ?Fyrst skal eg syngja ein song fyri tær: Hvørt svøvntungt gudsbarn vil eg hetta biðja: Kom, hoyr, hvat hesir pílagrímar siga! Kom, lær av teimum so á tíni leið, tá vakjast skal, teg svøvnur vinnur ei! Fylgst við Guds børnum! Tá hin ónda makt fær ikki teg við skaðapílum rakt.? So tók Kristin til orða og segði: ?Eg skal seta tær ein spurning: Hvussu kom tær av fyrstum í hug at gera tað, ið tú nú gert?? Vónríkur: ?Meinir tú við, hvussu eg av fyrstum fór at hugsa um, hvat ið sál míni tørvaði?? Kristin: ?Ja, tað er tað, ið eg meini við.? Vónríkur: ?Eg bleiv leingi við at gleðast í tí, sum er at síggja og fáa til keyps á marknaði okkara, slíkt, sum eg nú haldi, hevði druknað meg í fortaping og undirgangi, um eg slepti tí ikki.? Kristin: ?Hvat var tað?? Vónríkur: ?Allir skattirnir og alt ríkidømið í heiminum. Eisini hevði eg nógva gleði í vertskapi, ólevnaði og fyllskapi, í at banna og blóta og lúgva, í siðloysi og halgidagsbroti ja, í øllum, sum hjálpti til at forkoma sálini. Men sum eg hoyrdi og hugsaði um tað, ið hoyrir Gudi til tú tosaði við meg, somuleiðis hin elskaði Trúfastur, hann, sum á Fáfongdarmarknaði varð dripin fyri trúgv sína og heilaga lív sítt so dugdi eg at síggja, at endin á hesum er deyðin (Róm. ), og at fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins? (Ef. ). Kristin: ?Og táið tú komst at síggja hetta, boygdi tú teg tá við tað sama fyri sannleikanum?? Vónríkur: ?Nei, eg vildi ikki alt fyri eitt sanna, hvussu ring ið syndin er, ei heldur, at fordøming verður straffin fyri at útinna hana; eg royndi, táið Guds orð av fyrstum fór at skaka sál mína, at lata eygu míni aftur fyri ljósinum frá tí.? Kristin: ?Men av hvørji grund heltst tú soleiðis ímóti, táið Guds Andi av fyrstum fór at virka inn á teg?? Vónríkur: ?Grundirnar vóru hesar. Fyri tað fyrsta dugdi eg ikki at síggja, at tað var Gud, sum virkaði inn á meg. Eg hugsaði aldri, at Gud, táið hann umvendir ein syndara, byrjar við at vekja hann upp at síggja synd sína. Fyri tað annað smakkaði syndin enn holdi mínum væl, og mær tykti nógv fyri at sleppa henni. Fyri tað triðja visti eg ikki, hvussu eg skuldi fáa í lag at skilja meg frá teimum, sum eg higartil hevði umgingist; bæði tey sjálv og atburður teirra høvdu nógv vald á mær. Fyri tað fjórða: Tær løtur, táið eg sá, hvussu illa eg var staddur, vóru so tungar, og slík angist nívdi hjarta mítt tá, at eg orkaði ikki so frægt sum at hugsa um tað aftaná.? Kristin: ?So tykist tú stundum at hava verðið loystur úr neyð tíni?? Vónríkur: ?Ja, víst, men so seig trongdin niður aftur á sinni mítt, og tá var eg líka illa staddur sum áður, ja, verri.? Kristin: ?So! Hvat var tað, sum minti teg aftur um syndir tínar?? Vónríkur: ?Tað var so mangt, t.d. táið eg hitti eitt gott menniskja úti á vegnum, ella táið eg hoyrdi onkun lesa í bíbliuni, ella táið eg fekk høvuðpínu, ella táið eg hoyrdi, at onkur granni mín var sjúkur, ella táið eg hoyrdi klokkuna ringja fyri líki, ella táið eg hugsaði um, at eg sjálvur skuldi doyggja, ella táið eg hoyrdi, at onkur hastiliga var deyður, men allarmest, táið mær kom í hug, at eg skuldi koma fyri dómin.? Kristin: ?Og kundi tú altíð lættliga fáa syndabyrðina av tær, táið hon á ein ella annan hátt av tí, ið tú nevndi, fall á teg?? Vónríkur: ?Nei, minni enn so; tí tá fekk hon nettupp fastari tak á samvitsku mína; sinni mítt varð vent frá syndini, og bert mær kom í hug at skulað farið aftur í syndina, píndist eg tvífalt av tí.? Kristin: ?Og hvussu gjørdi tú tá?? Vónríkur: ?Eg hugsaði, eg mátti royna at betra meg; annars helt eg meg vera vísan í at verða fordømdan.? Kristin: ?Royndi tú so at betra teg?? Vónríkur: ?Ja. Eg skýggjaði ikki bert syndir mínar, men eg skýggjaði felagsskap við tey, sum livdu í syndini, og eg legði meg eftir gudiligum skyldum: Eg bað, las, græt um syndir mínar, legði av at lúgva fyri teimum, sum eg umgekst o.s.fr. Hetta gjørdi eg og mangt annað, sum verður ov leingi at siga frá her.? Kristin: ?Og heltst tú tá vita væl við hjá tær?? Vónríkur: ?Ja, eina tíð; men endin var, at ófriðurin kom bóltandi á meg aftur, og tað beint, táið eg hevði roynt at betra meg sum mest.? Kristin: ?Hvussu bar tað til, táið tú jú vart blivin betri nú?? Vónríkur: ?Tað var ymiskt, sum voldi mær ófrið aftur, fyrst og fremst slík skriftstøð sum hesi: ?Øll rættvísi okkara varð sum dálkað plagg? (Es. ); ?menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum? (Gal. ); ?soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: ?Vit eru ónýtir tænarar?? (Luk. ), og mong tílík. Av hesum fór eg at hugsa so við mær sjálvum: ?Er øll rættvísi mín sum eitt dálkað klædnaplagg, so kann eitt menniskja ikki verða rættvísgjørt av lógverkum; og eru vit ónýt, eftir at vit hava gjørt alt, so er dárskapur at hugsa um at koma í Himmalin við lóg.? Framvegis hugsaði eg: ?Kemur ein maður sær kr. í skuld hjá einum keypmanni og rindar síðani alt, ið hann keypir stendur henda gamla skuldin í bókini og er ikki strikað út, so kann keypmaðurin stevna honum eftir pengunum og lata hann seta fastan, inntil hann rindar skuldina.? Kristin: ?Ja, og hvussu fekst tú hetta at hóska upp á teg sjálvan?? Vónríkur: ?Nú eg hugsaði soleiðis við mær sjálvum: ?Eg havi við syndum mínum sett meg í stóra skuld hjá Gudi, og tað, ið eg betri meg nú, strikar ikki út ta skuldina.? Tí mátti eg halda á at hugsa, meðan eg nú sum mest royndi at betra meg: ?Men hvussu skal eg sleppa undan fordømingini, ið eg eri komin undir av øllum tí, ið eg havi gjørt meg sekan í frammanundan?? Kristin: ?Tú nýtti myndina sera væl; men lat meg endiliga hoyra meir!? Vónríkur: ?Eitt annað, sum altíð órógvaði meg, eftir at eg var farin at betra meg, var, at táið eg hugdi gjølla at tí besta, eg gjørdi nú, so sá eg altíð synd, nýggja synd, blanda seg upp í tær bestu gerðir mínar. Eg var tí noyddur at halda, at hóast eg áður helt so nógv um meg sjálvan og gerðir mínar, so syndaði eg kortini eftir einum degi nóg mikið til at fara til Helviti fyri um so lív mítt frammanundan hevði verið feilaleyst.? Kristin: ?Og hvat gjørdi tú tá? Vónríkur: ?Gjørdi! Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera. Men so læt eg meg upp fyri Trúføstum; hann og eg kendust væl. Og hann segði mær, at fekk eg ikki rættvísina hjá einum manni, sum aldri hevði gjørt synd, so kundi hvørki mín egna rættvísi ella rættvísin hjá øllum heiminum frelsa meg.? Kristin: ?Og heltst tú vera, sum hann segði?? Vónríkur: ?Hevði hann sagt hetta við meg, táið eg var nøgdur við mína egnu betring og helt hana vera nóg mikið, so hevði hann onga aðra tøkk fingið, enn at eg hevði kallað hann ein býttling; men nú, síðani eg sá, hvussu nógv ið vantaði á hjá mær, og syndina, sum hekk uppi í mínum bestu royndum, nú noyddist eg at geva honum rætt.? Kristin: ?Men trúði tú, táið hann av fyrstum segði hetta við teg, at nakar slíkur maður var, sum av røttum kundi sigast um, at hann aldri hevði gjørt synd?? Vónríkur: ?Eg má viðganga, at hesi orð ljóðaðu mær heldur løgin í fyrstuni; men táið eg hevði tosað nakað meiri við hann og verið longur saman við honum, var tað mær fullgreitt, at so var.? Kristin: ?Og spurdi tú hann, hvør tann maðurin var, og hvussu tú kundi verða rættvísgjørdur gjøgnum hann?? Vónríkur: ?Ja; og hann segði mær, at tað var Harrin Jesus, sum situr við høgru lið hins Alvalda (Heb. ). Og hann segði við meg, at soleiðis mátti eg verða rættvísgjørdur gjøgnum hann, at eg leit á tað, ið hann gjørdi við sær sjálvum á holdsdøgum sínum og leið, táið hann hekk á trænum. Framvegis spurdi eg hann, hvussu rættvísin hjá hesum manni kundi hava ta kraft at rættvísgera ein annan fyri Gudi. Og hann segði mær, at hann var hin stóri Gud, og at tað, ið hann gjørdi, og tað, ið hann leið, tað gjørdi og leið hann ikki fyri seg sjálvan, men fyri meg. Og mær skuldi verk hansara og tess virði verða tilroknað, um eg trúði á hann.? Kristin: ?Og hvat gjørdi tú tá?? Vónríkur: ?Eg vildi ikki geva mær sjálvum loyvi at trúgva; tí eg helt, at hann vildi ikki taka ímóti mær.? Kristin: ?Hvat segði Trúfastur tá við teg?? Vónríkur: ?Hann bað meg fara til hansara sjálvs og vita. Men eg segði, at tað var ov vágið. Nei, segði hann, eg var boðin at koma (Matt. ). So gav hann mær eina bók, sum Jesus sjálvur hevði latið skriva fyri at geva mær mót at koma við størri dirvi, og hann segði um hesa bók, at hvør bókstavur og prikkur í henni stóð fastari enn himmal og jørð (Matt. ). Tá spurdi eg hann, hvat eg skuldi gera, táið eg kom, og hann segði mær, at eg mátti á knøum mínum, av øllum hjarta mínum og allari sál míni bøna Faðirin um at opinbera seg fyri mær. Eg spurdi hann framvegis, hvussu eg skuldi biðja til hansara, og hann svaraði: ?Far, og tú skalt finna hann á náðistólinum! Har situr hann alt árið og gevur teimum náði og fyrigeving, sum koma til hansara.? Eg segði við hann, at eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, táið eg kom. Og hann bað meg siga soleiðis: ?Gud, ver mær, syndara, náðigur! Og lær meg at kenna Jesus Kristus og trúgva á hann! Tí eg síggi, at um ikki rættvísi hansara var, ella eg ikki trúgvi á hesa rættvísi, tá er eingin bjarging fyri mær, Harri! Eg havi hoyrt, at tú ert ein miskunnsamur Gud, og at tú hevur givið heiminum Jesus Kristus, Son tín, til Frelsara, ja, at tú ert til reiðar at veita einum slíkum fátækum syndara sum mær hann til Frelsara og eg eri sanniliga ein syndari! Harri! Gev tí, at hetta skal vera tann lagaliga tíðin, og opinbera náði tína við at frelsa sál mína, gjøgnum Son tín, Jesus Kristus! Amen.?? Kristin: ?Gjørdi tú, sum tú vart biðin?? Vónríkur: ?Ja, upp í saman og upp í saman.? Kristin: ?Og opinberaði Faðirin tær Sonin?? Vónríkur: ?Ikki fyrstu ferð eg bað hann, heldur ikki aðru ella triðju ella fjórðu ella fimtu ella sættu ferð.? Kristin: ?Hvat gjørdi tú so?? Vónríkur: ?Ja, hvat! Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera.? Kristin: ?Hugsaði tú aldri um at gevast at biðja?? Vónríkur: ?Jú, hundrað ferðir og mangt slíkt tað!? Kristin: ?Men av hvørji grund gavst tú tá ikki?? Vónríkur: ?Eg trúði, at tað var satt, ið mær var sagt, at hevði eg ikki Kristi rættvísi, so kundi ikki allur heimurin frelsa meg. Tí hugsaði eg við mær sjálvum, at gavst eg, so var deyðin vísur, og meir enn doyggja kundi eg ikki við náðihásætið. Og so komu mær eisini hesi orð í hug: ?Um hon (sjónin) so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast (Hab. ). Eg helt tí á í bøn, inntil Faðirin vísti mær Son sín.? Kristin: ?Og hvussu varð hann tær opinberaður?? Vónríkur: ?Eg sá hann ikki við likamseygum mínum, men við hjartans eygum (Ef. ), og tað fór soleiðis fram: Ein dag var eg ógvuliga tungur, tyngri, haldi eg, enn eg nakrantíð í lívinum havi verið, og sorg mín kom av, at eg av nýggjum hevði sæð, hvussu nógvar og øgiligar, ið syndir mínar vóru. Eg væntaði mær tá einki uttan Helviti og æviga fordøming yvir sál mína. Men alt í einum tykti mær, at eg sá Harran Jesus hyggja niður av Himli á meg og siga: ?Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur!? (Áp. ). Men eg segði: ?Harri, eg eri ein stórur, ein ógvuliga stórur syndari!? Hann svaraði: ?Náði mín er tær nóg mikið? ( Kor. ). Tá segði eg: ?Men, Harri, hvat er tað at trúgva?? Og í tí sama sá eg av hesum orðum: ?Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta? (Jóh. ), at tað at trúgva og tað at koma er eitt og tað sama, so at tann, hvørs hjarta og kenslur leitaðu til Kristus eftir frelsu, hann trúði av sonnum á Kristus. Tá stóðu tár mær í eygunum, og eg spurdi framvegis: ?Men, Harri, kann tað vera so, at tú tekur ímóti einum slíkum stórum syndara sum mær og frelsir hann?? Og eg hoyrdi hann siga: ?Tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur? (Jóh. ). Eg segði nú: ?Men, Harri, hvørja sjón av tær skal eg hava, táið eg komi til tín, fyri at trúgv mín á teg kann vera, sum hon eigur?? Og hann svaraði: ?Kristus kom í heimin at frelsa syndarar ( Tim. ). Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr (Róm. ). Hann doyði fyri syndir okkara og reis upp aftur, okkum til rættvísgering (Róm. ). Hann elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði sínum (Op. ). Hann er millummaður millum Gud og okkum ( Tim. ). Og Hann livir altíð at biðja fyri okkum (Heb. ). Av øllum hesum skilti eg, at eg mátti søkja mær rættvísi í persóni hansara, og at tað var blóð hansara, sum rakk til fyri syndir mínar. Eg skilti, at tað, sum hann gjørdi í lýdni fyri lóg Faðirs síns, og tað at hann gav seg undir straff hennara, hetta gjørdi hann ikki fyri seg sjálvan, men fyri tann, sum vil taka ímóti tí, sær til frelsu, og siga takk fyri tað. Og nú gjørdist hjarta mítt fult av gleði, og eygu míni stóðu full av tárum, og kærleikin varð so heitur í mær til navn Jesu Krists, til fólk hansara og vegir hansara, at tað var meir, enn rúmaðist í hjarta mínum.? Kristin: ?Hetta var av sonnum ein Kristi opinbering fyri sál tíni. Men sig mær gjølla frá, hvussu hetta virkaði inn á anda tín!? Vónríkur: ?Tað fekk meg at síggja, at allur heimurin við allari rættvísi síni var so staddur, at hann var undir fordøming. Tað fekk meg at síggja, at Gud Faðir, tóat hann er rættvísur, kann tó á rættvísan hátt rættvísgera syndaran, sum kemur. Tað fekk meg stórliga at skammast yvir lív mítt fyrr, sum so viðurstyggiligt hevði verið, og gjørdi meg ovfarnan um meg sjálvan, at eg skuldi vera so fávitskutur. Aldri áður var ein tanki komin í hjarta mítt, sum vísti mær vakurleika Jesu Krists soleiðis sum nú. Tað fekk meg eisini at elska eitt heilagt lív og tráa eftir at gera okkurt fyri at æra navn Harrans Jesusar og seta tað høgt, ja, eg hugsaði, at um eg so hevði nógvar tunnur av blóði í kroppinum, so vildi eg givið tað alt fyri Harrans Jesu skuld.? Eg sá nú í dreyminum, at Vónríkur hugdi aftur um seg og sá, at Fávitska, sum teir vóru gingnir framum, kom aftaná. ?Hygg,? segði hann við Kristin, ?hvar hasin býttlingurin kemur dølmandi so langt aftan á okkum!? Kristin: ?Ja, ja, eg síggi hann; hann leggur ikki í at fylgjast við okkum.? Vónríkur: ?Men eg haldi ikki, tað hevði sakt hann, um hann hevði fylgst við okkum higartil.? Kristin: ?Tað er satt; men tað heldur hann ikki, skal eg siga tær.? Vónríkur: ?Eg hugsi so við. Men lat okkum kortini steðga honum!? Teir so gjørdu. Kristin segði nú við hann: ?Skunda tær, maður! Hví verður tú verandi so langt aftaná?? Fávitska: ?Mær dámar so væl at ganga einsamallur, mangan betur enn at fylgjast við fólki, sum mær ikki líkst á.? Tá segði Kristin við Vónríkan men spakuliga ?Var tað ikki tað, ið eg segði tær, at hann tímir ikki at fylgjast við okkum! Men kortini? segði hann ?lat okkum fara og tosa við hann fyri at stytta um tíðina her á hesum einsliga staði!? So vendi hann sær til Fávitsku og segði: ?Kom hvussu veit við? Hvussu stendur til millum Gud og sál tína nú?? Fávitska: ?Væl, vóni eg. Eg eri altíð fullur av góðum kenslum, sum koma í huga mín at troysta meg á ferð míni.? Kristin: ?Hvørjar góðar kenslur? Gott á teg, sig okkum tað!? Fávitska: ?Ja eg hugsi um Gud og Himmalin.? Kristin: ?Tað gera teir illu andarnir og tær fortaptu sálirnar við.? Fávitska: ?Men eg hugsi um Gud og Himmalin, og mær leingist eftir teimum.? Kristin: ?Tað ger mangur, sum helst aldri kemur í Himmalin. Hin lati tráar og fær einki? (Orðt. ). Fávitska: ?Men eg hugsi um Gud og Himmalin og fari frá øllum fyri teirra skuld.? Kristin: ?Tað ivist eg um; tí at fara frá øllum er ikki lítið fyri, nei, tað er meiri fyri, enn mangur dugir at skilja. Men hví og av hvørjum ert tú vorðin vísur í, at tú ert farin frá øllum fyri Guds og Himmalsins skuld?? Fávitska: ?Hjarta mítt sigur mær tað.? Kristin: ?Vísmaðurin sigur, at tann, ið lítur á hjarta sítt, er dári? (Orðt. ). Fávitska: ?Hetta er sagt um eitt ónt hjarta, men hjarta mítt er gott.? Kristin: ?Men av hvørjum veitst tú tað?? Fávitska: ?Tað uggar meg við vón um Himmalin.? Kristin: ?Tað kann koma av, at tað er so svikafult; tí hjartað í einum manni kann væl ugga hann við vón um slíkt, sum hann onga grund hevur at vóna.? Fávitska: ?Men hjarta mítt og lív mítt draga bæði eina línu; tí er góð grund fyri vón míni.? Kristin: ?Hvør hevur sagt tær, at hjarta títt og lív títt draga bæði eina línu?? Fávitska: ·Tað sigur hjarta mítt mær.? Kristin: ?Spyr fylgisvein mín, um hann hevði verið ein tjóvur, fyri tað um hjarta títt segði, at hann var tað! Soframt sum ikki Guds orð ber vitnisburð um hetta, so er allur annar vitnisburður virðisleysur.? Fávitska: ?Men er ikki tað hjarta gott, sum hevur góðar tankar! Og er ikki tað eitt gott lív, sum er eftir Guds boðum!? Kristin: ?Jú; tað hjarta, sum hevur góðar tankar, tað er gott, og eitt lív eftir Guds boðum er eitt gott lív; men sanniliga er tað eitt at hava slíkt hjarta og slíkt lív, og eitt annað at halda seg hava tað!? Fávitska: ?Tú hevði kanska sagt mær, hvørjar tankar tú heldur vera góðar, og hvat tú heldur vera eitt lív eftir Guds boðum!? Kristin: ?Góðir tankar eru av ymiskum sløgum, summir um okkum, summir um Gud, summir um Kristus, og summir um okkurt annað.? Fávitska: ?Hvat eru góðir tankar um okkum sjálv? Kristin: ?Slíkir, sum eru eftir Guds orði.? Fávitska: ?Nær eru tankar okkara um okkum sjálv eftir Guds orði?? Kristin: ?Táið vit fella sama dóm yvir okkum sjálv sum tann, ið orðið fellir. Eg skal siga tað greidligari: Guds orð sigur um menniskjað eftir náttúruni: ?Eingin rættvísur er?; ?eingin er, sum ger gott? (Róm. ). Tað sigur eisini, at hjartans hugsan og tráan teirra er ikki annað enn ilt allan dagin ( Mós. ), og uppaftur: ?Menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum? ( Mós. ). Nú, táið vit hugsa soleiðis um okkum sjálv og føla tað so tá eru tankar okkara góðir tankar, við tað at teir eru eftir Guds orði.? Fávitska: ?Tað fær eingin meg at trúgva, at hjarta mítt er so ónt.? Kristin: ?Og tí hevur tú aldri í lívinum havt so mikið sum ein góðan tanka um teg sjálvan. Sum orðið fellir dóm yvir hjørtu okkara, soleiðis fellir tað dóm yvir vegir okkara við, og táið hjartans tankar okkara og vegir okkara koma ásamt við dómin, ið orðið fellir yvir báðar, tá eru teir góðir, júst tí teir koma ásamt við hann.? Fávitska: ?Sig greidligari, hvat tú meinir!? Kristin: ?Nú! Guds orð sigur, at vegir menniskjans eru sniðgøtur, ikki góðir, men rangvørgir (Sálm. Orðt. ). Tað sigur, at menniskjuni eru av náttúru burtur av tí góða vegnum; tey kenna hann ikki. Táið nú ein maður hugsar soleiðis um vegir sínar, eg sigi, táið hann hugsar soleiðis út av hjartans kenslum sínum og er djúpt eyðmýktur, tá hevur hann góðar tankar um sínar egnu vegir, við tað at tankar hansara nú eru í samsvari við dómin, ið Guds orð fellir.? Fávitska: ?Hvat eru góðir tankar um Gud?? Kristin: ?Táið tankar okkara um Gud eru í samsvari við tað, ið orðið sigur um hann, tá eru teir góðir; tað er við hesum, júst sum eg segði viðvíkjandi okkum sjálvum. Eg kann ikki nú tosa vítt og breitt um hetta; men vit mugu hugsa um hann, og hvussu hann er, soleiðis sum orðið lærir. Men viðvíkjandi, hvussu hann er móti okkum, so hava vit rættar tankar um Gud, táið vit halda, at hann kennir okkum betur, enn vit kenna okkum sjálv, og at hann sær synd í okkum, táið og har sum vit sjálv onga duga at síggja. Vit hava rættar tankar um hann, táið vit minnast, at hann kennir okkara loyniligastu tankar, og at okkara innasta hjartans dýpi er altíð opið fyri eygum hansara, eisini, táið vit minnast, at øll rættvísi okkara býður honum ímóti, og at hann tí ikki kann tola at síggja okkum standa fyri sær í nøkrum áliti á okkum sjálvum, nei, ikki við okkara bestu verkum.? Fávitska: ?Heldur tú meg vera so býttan, at eg trúgvi, at Gud sær ikki longri enn eg, ella at eg skuldi kunnað komið til hansara við mínum bestu verkum?? Kristin: ?Ja, hvat er nú trúgv tín hesum viðvíkjandi?? Fávitska: ?Trúgv mín er, skjótt at siga, at eg má trúgva á Kristus fyri at verða rættvísgjørdur.? Kristin: ?Hvat! Trúgv tín er, at tú mást trúgva á Kristus, og tú sært ikki, at tú treingir til hansara! Tú sært hvørki arvasyndina ella syndirnar, ið tú gert, men hevur slíkar tankar um teg sjálvan og um gerðir tínar, at tað sæst skilliga, at tú ert ein, sum aldri hevur sæð teg at treingja til Kristi persónligu rættvísi at rættvísgera teg fyri Gudi. Hvussu kanst tú tá siga, at tú trýrt á Kristus!? Fávitska: ?Meir enn so eg trúgvi fyri tað!? Kristin: ?Hvussu trýrt tú?? Fávitska: ?Eg trúgvi, at Kristus doyði fyri syndarar, og at eg skal verða rættvísgjørdur fyri Gudi og loystur undan banninum við tað, at hann í náði tekur ímóti mær, táið eg haldi lóg hansara. Tað vil siga, at Kristus ger, at Faðirin tekur ímóti gudiligu gerðum mínum í kraft av tí, sum hann hevur vunnið, og soleiðis verði eg rættvísgjørdur!? Kristin: ?Lat meg svara tær upp á hasa trúnna, ið tú har setti fram! Fyri tað fyrsta: Trúgv tín er ein dreymur; tí henda trúgv stendur ongastaðni í orðinum. Fyri tað annað: Trúgv tín er følsk; tí hon søkir sær rættvísgering í tíni egnu rættvísi í staðin fyri í Kristi persónligu rættvísi. Fyri tað triðja: Henda trúgv letur Kristus rættvísgera verk tíni og ikki teg sjálvan; tú sjálvur verður rættvísgjørdur aftur fyri verk tíni hetta er falskt. Fyri tað fjórða: Tí er henda trúgv svikalig, og hon fer at volda, at tú ert undir vreiðini á degi Guds hins Alvalda. Sonn rættvísgerandi trúgv leiðir sálina, ið kennir seg vera í fortaptum standi undir lógini, til at flýggja til Kristi rættvísi at finna sær skýli. Og henda rættvísi hansara er ikki ein náði, ið hann vísir á tann hátt, at hann rættvísger teg við at fáa Gud at taka ímóti lýdni tínum; nei, henda rættvísi er hansara persónliga lýdni fyri lógini, táið hann gjørdi og leið fyri okkum tað, ið lógin kravdi okkum eftir. Hesi rættvísi, sigi eg, tekur tann sanna trúgvin ímóti; hjá henni finnur sálin lívd sum eitt barn hjá móður síni, og í henni kann hon stíga fram fyri Gud lýtaleys. Í hesi rættvísi tekur Gud ímóti sálini og loysir hana undan fordøming.? Fávitska: ?Hvat! Tú vilt, at vit skulu líta á tað, ið Kristus gjørdi í sínum egna persóni, og so skulu vit sjálv ikki koma upp í part! At billa sær slíkt inn gevur lystum okkara leysar teymar, og tá er gaman í hjá okkum at liva, sum okkum lystir! Hvat ger tað, hvussu vit bera okkum at, táið vit við Kristi persónligu rættvísi kunnu verða rættvísgjørd frá øllum, bert vit trúgva!? Kristin: ?Fávitska er navn títt, og sum tú eitur, so ert tú! Svar títt prógvar júst hetta, ið eg sigi. Tú skilir als ikki, hvat rættvísgerandi rættvísi er, og tú skilir ikki, hvussu tú við trúgv á hesa rættvísi skalt tryggja sál tína móti Guds strongu vreiði. Ja, og tú skilir heldur ikki, hvat henda frelsandi trúgv á Kristi rættvísi av sonnum avrikar, at hon boyggir og vinnur hjartað til Gud í Kristusi, so tað elskar navn hansara, orð hansara, veru hansara, fólk hansara. Henda trúgv virkar nakað annað, enn tú í fávitsku tíni billir tær inn.? Vónríkur: ?Spyr hann, um hann nakrantíð hevur fingið Kristus opinberaðan sær av Himli!? Fávitska: ?Hvat! So tú vilt hava opinberingar! Trúgv mín er, at tað, ið bæði tú og øll tit siga um handa spurning, er einki uttan ørvitisskapur.? Vónríkur: ?Hví tá, maður? Kristus er so fjaldur í Gudi, at holdið og tað natúrliga vitið sær hann ikki; eingin kann kenna hann til frelsu, uttan Gud Faðir opinberar honum hann.? Fávitska: ?Hatta trýrt tú, men hatta trúgvi eg ikki! Og tó ivist eg ikki um, at mín trúgv er líka so góð sum tín, um eg so ikki havi høvdið so fult av býttum tonkum sum tú.? Kristin: ?Loyvið mær at siga eitt orð! Tú skuldi ikki tosað so vanvirðisliga um hetta; tí eg taki meg ikki aftur í at siga sum góði felagi mín longu hevur gjørt at eingin kann kenna Jesus Kristus, uttan at Faðirin opinberar hann (Matt. ). Ja, og trúgvin við, sum sálin tekur ímóti Kristusi við, má vera virkað við hansara veldigu megi, sum er so ómetaliga stór; annars er tað ikki tann rætta trúgvin (Ef. Kor. ). Og hvussu henda trúgvin virkar, er tær heilt ókunnigt, neyðar Fávitska, tað dugi eg at skilja! Vakna tí og síggj, hvussu illa tú ert staddur, og leita til Harran Jesus! Við hansara rættvísi, sum er Guds rættvísi tí hann er sjálvur Gud skalt tú verða bjargaður undan fordøming.? Fávitska: ?Tit ganga so skjótt, at eg eri ikki mentur at fylgja tykkum. Gangið tit undan! Eg má steðga eftir her eitt sindur.? Tá søgdu teir: ?Nú, Fávitska! So býttur enn ert tú at vraka ráðini, vit løgdu nú! Tú sigli tína kós! Tú skjótt skalt sjá, tú gjørdi skeivt at vraka vísdómsráð. Men hugsa teg tó um, nú tú tað kann, minst, ráð, væl fagnað, frelstu mangan mann! Og hirðir tú ei um tey, minst til tað, tú sjálvur bera skaðan skalt ein dag!? Síðani vendi Kristin sær til felaga sín og segði: ?Kom so, Vónríkur góði! Eg skilji, at vit báðir mugu ganga einsamallir aftur.? Eg sá nú í dreymi mínum, at teir skundaðu sær undan, og Fávitska kom stólpandi aftaná. Tá segði Kristin við felaga sín: ?Eg eri so harmur um handa neyðar mann; eg eri vísur í, at illa verður vorðið hjá honum til endans.? Vónríkur: ?Tíverri trýtur ikki í býi okkara fólk, sum eru so stødd, heil hús, ja, heilar gøtur, og tað av pílagrímum við. Og eru so mong slík á okkara leiðum, hvussu mong heldur tú tá ikki munnu vera, har sum hann er føddur!? Kristin: ?Ja, satt er, sum orðið sigur: ?Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey? (Jóh. ). Men nú vit eru her tveireinir hvat heldur tú um slíkar menn? Heldur tú, at teir ongantíð munnu hava sæð synd sína og av teirri grund ræðst fyri, at støða teirra er vandafull?? Vónríkur: ?Nei, svara tú heldur sjálvur upp á handa spurning, tí tú ert eldri enn eg!? Kristin: ?Eg sigi tá, at eg haldi, at við hvørt mugu teir síggja synd sína; men við tað at teir av náttúru eru fávitskutir, so skilja teir ikki, at tað er teimum til besta, at teir síggja hana. Av teirri grund royna teir, alt teir eru mentir, at lata eyguni aftur fyri synd síni og blíva djarvt við at smikra seg sjálvar á vegnum, ið hjarta teirra leiðir teir.? Vónríkur: ?Eg trúgvi, sum tú sigur, at ótti er stórliga menniskjum til besta og leiðbeinir tey, táið tey byrja pílagrímsferð sína.? Kristin: ?Einki at ivast í ger hann tað, soframt sum tað er tann rætti ótti; tí orðið sigur jú: ?At óttast Harran er upphav kunnskapar? (Orðt. ).? Vónríkur: ?Greið frá, hvat tú heldur vera tann rætta óttan!? Kristin: ?Sannur ella rættur ótti hevur trý eyðkenni. Fyri tað fyrsta: Uppruni hansara. Hann kemur av, at eyguni opnast fyri syndini, og tað leiðir til frelsu. Fyri tað annað: Hann drívur sálina at grípa Kristus til frelsu. Fyri tað triðja: Hann føðir og uppiheldur í sálini eina stóra ærufrykt fyri Gudi, fyri orði hansara, fyri leiðum hansara; hann heldur hjartað bleytt og leggur í tað ótta fyri at víkja frá Guds leiðum til høgru ella vinstru til nakað, sum kann vanæra Gud, bróta hjartafriðin, volda Andanum sorg ella geva fíggindanum høvi at speireka.? Vónríkur: ?Væl sagt! Eg trúgvi, at tað er satt, ið tú hevur sagt. Eru vit nú skjótt komnir gjøgnum Gyklaða Land?? Kristin: ?Hví spyrst tú um tað? Ert tú troyttur av hesi samtalu?? Vónríkur: ?Nei, minni enn so! Eg vildi bert vita, hvar vit eru.? Kristin: ?Vit hava ikki yvir tvær mílir eftir nú. Men lat okkum fara aftur til tað, ið vit tosaðu um! Tey fávitskutu skilja ikki, at tað er teimum til besta, at eygu teirra opnast fyri tí, sum loypir ótta á tey, og tí royna tey at lata eyguni aftur fyri tí.? Vónríkur: ?Hvussu royna tey at lata eyguni aftur fyri tí?? Kristin: ?Fyri tað fyrsta halda tey tað vera Djevulin, ið virkar henda ótta, tóat tað sanna er, at Gud er tann, ið virkar hann; og við tað at tey hugsa so, royna tey at køva óttan sum nakað, ið beinleiðis verður at forkoma teimum. Fyri tað annað halda tey eisini, at hesin ótti fer at gera enda á trúgv teirra, og herða tí hjarta sítt ímóti honum. Og sannleikin er tíverri fyri tey, neyðar fólk at tey als onga trúgv hava. Fyri tað triðja halda tey tað vera skeivt at hava nakran ótta, og tí taka tey til í hugmóðigum sjálvsáliti mitt í óttanum. Fyri tað fjórða síggja tey, at hesin ótti fer at taka frá teimum teirra syndarliga gomlu egingóðsku, og tí berjast tey móti honum av øllum alvi.? Vónríkur: ?Eg kenni sjálvur nakað til hatta; áðrenn eg lærdi meg sjálvan at kenna, var tað so við mær.? Kristin: ?Nú skulu vit fyri fyrst ikki tosa meiri um granna okkara Fávitsku, men taka upp ein annan spurning, sum kann vera okkum til gagns. Kendi tú eini tíggju ár síðani ein, sum búði á tykkara leiðum, og sum æt Fyri Eina Tíð? Hann var tá ein maður, sum gjørdi nógv burtur úr trúnni.? Vónríkur: ?Kendi hann! Ja, hann búði í Náðiloysi, einum býi, sum er einar tveir fjórðingar frá Rættsinni. Næsti granni hansara var Vendaftur.? Kristin: ?Nettupp! Teir búðu undir somu lon. Nú, hesin maður var nógv vaktur einaferð; eg haldi, at hann tá í nakran mun sá syndir sínar og straffina, ið tær høvdu uppiborið.? Vónríkur: ?Eg haldi hatta við tær. Hús míni vóru ikki meira enn tríggjar fjórðingar frá hansara, og hann plagdi at koma inn til mín og græt mangan illa. Mær tykti synd í honum, tað var vist, og eg hevði heldur ikki minni enn ongar vónir um hann; men tað sæst, at ikki ein og hvør, sum rópar: ?Harri, Harri!? kemur inn í ríki Himmiríkis.? Kristin: ?Hann segði einaferð fyri mær, at hann hevði gjørt av at fara á pílagrímsferð, soleiðis sum vit nú; men tá alt fyri eitt kom hann at kenna ein, sum æt Frels Teg Sjálvur, og síðani gjørdist hann mær fremmandur.? Vónríkur: ?Við tað at vit nú komu at tosa um hann, lat okkum so kanna eitt sindur eftir, hví hann og onnur slík so skjótt falla frá!? Kristin: ?Tað kann vera sera gagnligt; men byrja tú!? Vónríkur: ?Ja, eg haldi vera fýra grundir fyri tí. Fyri tað fyrsta: Tóat samvitskan er vaknað í slíkum menniskjum, so er kortini sinni teirra óbroytt. Táið tí tyngdin av syndaskuldini minkar, so er einki longur, sum vekur tey til at hugsa um trúnna; tey fara tá av sær sjálvum aftur at sigla sína gomlu kós. Tað er sum við einum hundi, ið hevur etið, so hann er sjúkur av tí; so leingi sum hann er sjúkur, spýr hann alt upp aftur, ikki av sínum fría vilja um vit kunnu siga, at hundur hevur ein vilja men tí tað voldir búki hansara trupulleika. Men við tað sama sum honum veit betur við, og búkurin hevur fingið ein lætta, so stendst honum als ikki við spýggju sína, nei, hann vendir sær aftur til hennara og leppir hana upp aftur. Og soleiðis kemst á tað, ið skrivað stendur: ?Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju? ( Pæt. ). Eg sigi: Við tað at slík fólk av ongari aðrari grund tráa eftir Himlinum, enn tí tey hava ræðslu fyri straff Helvitis, so kølnar tráan teirra eftir Himlinum og frelsuni, alt fyri eitt sum tey ikki longur kenna Helviti so nær, og ræðslan fyri fordøming viknar hjá teimum. Og so gongur tað so, at táið tey ikki longur kenna skuld sína og tí óttast, so doyr í teimum ynskið eftir Himli og sælu, og tey halda aftur fram sína gomlu kós. Ein onnur grund er, at tey hava ein trældómsótta, sum heilt hevur vald á teimum; eg meini nú við tann ótta, ið tey hava fyri menniskjum, tí ?at ræðast menniskju leiðir í snerru? (Orðt. ). So at hóast tey tykjast at brenna fyri Himlinum, so leingi sum logar Helvitis eru teimum um oyruni, so er kortini ikki mætari enn so, at við tað sama sum henda ræðsla minkar eitt sindur, fara tey at hugsa nakað annað, nevniliga, at tað er gott at vera klókur og ikki at seta alt í váða ella, ið hvussu er, koma sær í trupulleikar, sum ikki flýggjast undan, og sum ikki var neyðugt at koma sær í, ?og fyri at vinna, hvat?? hugsa tey. Og so fara tey út aftur í heimin. Fyri tað triðja: Skommin, sum hongur uppi í trúnni, liggur eisini á vegi teirra sum ein steinur at detta um; tey eru stolt og hugmóðig, og trúgvin hevur í eygum teirra lítið at týða og er vanvirðislig. Tí fara tey aftur at sigla sína gomlu kós, táið tey hava mist kensluna av Helviti og av vreiðini, ið kemur. Fyri tað fjórða: At kenna seg sek og føla ræðslu er teimum hart ímóti. Tey royna at lata eyguni aftur fyri, hvussu illa stendur til hjá teimum, inntil tey eru mitt í neyðini; og tó er tað so, at um teimum hevði líkað at sæð neyð sína alt fyri eitt, kundi hetta fingið tey at leitað sær skýli, har sum tey rættvísu flýggja til og eru trygg. Men av tí at tey gera, sum eg segði, skýggja at kenna seg sek og føla ræðslu, so gongur tað so, at við tað sama sum vakningin til ræðslu og til at óttast Guds vreiði hæsir av, so eru tey glað við boðið at fáa hert hjørtu síni, og tey velja slíkar leiðir, sum herða tey meir og meir.? Kristin: ?Hatta, ið tú sigur, er ógvuliga skilagott; rótin undir øllum er, at sinni og vilji teirra eri óbroytt. Og tí eru tey bert lík brotsmanninum, ið stendur fyri dómara sínum. Hann ristist og piprar og tykist av hjarta at angra; men tann sanna grundin er, at hann ræðist gálgan, ikki, at hann hatar illgerðir sínar. Hetta sæst best av tí, at sleppur hesin maður leysur, so verður hann við sama lag ein tjóvur ella á annan hátt brotsmaður. Men var sinni hansara broytt, so hevði hann verið øðrvísi.? Vónríkur: ?Nú havi eg víst tær grundina fyri, at so mong falla frá; vís nú tú mær, hvussu tað fer fram!? Kristin: ?Tað skal eg fegin. Fyri tað fyrsta: Tey gera alt, ið tey eru ment, at køva minnið um Gud, deyðan og dómin, ið kemur. Fyri tað annað: Tey geva so við og við uppat við tí, ið er persónliga skylda teirra, sum t.d. at biðja í einrúmi, at deyða lystir sínar, at vakja, at syrgja um syndina o.s.fr. Fyri tað triðja: Tey skýggja at koma saman við livandi og heitum gudsbørnum. Fyri tað fjórða: Síðani kølna tey í sínum útvortis skyldum, sum t.d. at hoyra og lesa, ganga á gudilig møti o.s.fr. Fyri tað fimta: So byrja tey, sum vit siga, at skræða skinnið av Guds fólki, og tað á ein djevulskan hátt, fyri at tað skal síggja út, sum tey hava eina grund fyri at venda trúnni bakið, við tað at tey hava rakt við ikki sørt av veikleika hjá teimum trúgvandi. Fyri tað sætta: Nú byrja tey at hanga uppi í holdligum, ódællum og siðleysum fólki og halda saman við teimum. Fyri tað sjeynda: Tey byrja í loyndum at føra holdligt og siðleyst tos og eru glað, táið tey raka við tað sama hjá onkrum øðrum, sum er hildin at vera eitt rættiligt fólk; tí tá fáa tey størri dirvi at gera tað, við tað at hini geva teimum eitt fyridømi. Fyri tað áttanda: Eftir hetta fara tey opinlýst at skemta við smáum syndum. Fyri tað níggjunda: Táið tey nú eru herd, vísa tey seg, sum tey eru. Og við tað at tey soleiðis eru blakað út aftur í hesa syndaavgrund, so fortapast tey í sínum egnu svikum, um ikki eitt náðiundur forðar tí.? So sá eg í dreyminum, at nú vóru pílagrímarnir komnir úr Gyklaða Landi og inn í landið Ektavív (Es. ), har luftin var ógvuliga mild og rein. Vegurin lá beint ígjøgnum tað, og teir styrktu seg har eina tíð. Har var alla tíðina fuglasongur at hoyra, hvønn dag sóust blómur spretta upp úr jørðini, og turtildúvan læt rødd sína hoyrast í landinum (Hás. ). Í hesum landi skínur sólin nátt og dag; har var tí eingin Deyðaskuggadalur, og Vónloysi risi hevði einki vald har; nei, tað var ikki so frægt, at Ivaborg sást haðani. Hiðani sóu teir Staðin, sum teir ætlaðu sær til; eisini hittu teir her summar av íbúgvunum í Staðnum; tí tað var ikki sjáldsamt, at hinir Skínandi gingu í hesum landi, við tað at tað lá tætt við Himmalin. Í hesum landi varð eisini sáttmálin millum brúður og brúðgóm endurnýggjaður, ja, her gleddist Gud um teir, eins og brúðgómurin gleðist yvir brúðrina (Es. ). Her tvørraði ikki korn og vín hjá teimum, tí á hesum staði funnu teir yvirflóð av tí, ið teir høvdu leitað eftir á allari pílagrímsferð síni. Her hoyrdu teir røddir, sum komu úr Staðnum, harðar røddir, sum søgdu: ?Sigið við dóttur Zion: ?Hygg, frelsa tín kemur! Hygg, løn Hansara er við Honum, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!?? (Es. ). Allir íbúgvarnir í hesum landi róptu teir ?hitt heilaga fólkið?, ?Endurloystu Harrans?, ?hini søktu? o.s.fr. (Es. ). Sum teir nú ferðaðust í hesum landi, gleddust teir meir, enn teir høvdu gjørt, meðan teir vóru staddir longri burtur frá ríkinum, ið teir stevndu ímóti. Og sum teir nærkaðust Staðnum enn meir, sóu teir hann uppaftur skilligari. Hann var bygdur av perlum og dýrum steinum, og gøturnar í honum vóru lagdar við gulli. Kristin gjørdist sjúkur av longsli, táið hann sá Staðin, sum var so glitrandi fagur og skein enn meir, við tað at sólin skygdi á hann. Vónríkur varð eisini einar tvær ferðir fyri somu sjúku. Teir lógu tí her eina stund og róptu so illa píndust teir av longslinum ?Finna tit vin mín ja, hvat skulu tit siga við hann? At eg eri sjúk av kærleika!? (Hás. ). Men táið teir vóru styrknaðir eitt sindur og frægari mentir at bera longsilin, gingu teir longri og komu nærri og nærri. Har vóru fruktgarðar, víngarðar og aðrir urtagarðar, og portur teirra stóðu opin út móti landavegnum. Táið teir nú komu hagar, stóð urtagarðsmaðurin á vegnum, og pílagrímarnir søgdu við hann: ?Hvør eigur hesar vøkru víngarðar og urtagarðar?? Hann svaraði: ?Kongur eigur. Teir eru plantaðir her honum sjálvum til gleði og eisini til at lívga pílagrímar.? Urtagarðsmaðurin fór nú við teimum inn í víngarðarnar og bað teir styrkja seg við tí góða, ið har var ( Mós. ). Hann vísti teimum eisini, hvar Kongurin plagdi at ganga, og leyvhúsini, har honum dámdi at vera. Her steðgaðu teir og fingu sær ein blund. Eg sá í dreymi mínum, at nú tosaðu teir meir í svøvni, enn teir høvdu gjørt á allari ferðini, og við tað at eg undraðist á hetta, segði urtagarðsmaðurin við meg: ?Hví undrast tú á hetta? Tað kemur av vínberunum í gørðunum her; tey eru so søt at njóta, at tey fáa varrarnar á teimum, ið sova, at tala? (Hás. ). So sá eg, at táið teir vaknaðu, gjørdu teir seg til at fara niðan í Staðin. Men, sum eg segði, sólljósið skygdi so ovurhonds bjart á Staðin tí hann var av reinum gulli (Op. ) at teir toldu ikki enn at hyggja á hann við berum eygum, men máttu hyggja ígjøgnum eitt tól, sum var gjørt til hetta. Og eg sá, at sum teir nú hildu longri fram, hittu teir tveir menn í klæðum, sum lýstu sum gull; eisini andlit teirra vóru bjørt sum ljósið. Hesir menn spurdu pílagrímarnar, hvaðani teir komu, og teir søgdu teimum tað. Teir spurdu teir eisini, hvar teir høvdu havt herbergi, og um trupulleikarnar og vandan, troystina og gleðina, ið verið hevði á leið teirra, og teir søgdu teimum hetta við. So søgdu menninir, ið teir høvdu hitt: ?Nú eru ikki meir enn tveir trupulleikar eftir hjá tykkum, so eru tit í Staðnum.? Kristin og felagi hansara bóðu nú menninar koma við sær, og hetta søgdu teir ja til. ?Men,? søgdu teir, ?tit mugu koma inn hagar við tykkara egnu trúgv.? So sá eg í dreyminum, at teir fylgdust, inntil teir sóu portrið. Framvegis sá eg, at millum teir og portrið var ein á sum eingin brúgv var um; áin var ógvuliga djúp. Pílagrímarnir vóru tí sera illa við, táið teir fingu hesa á at síggja. Men menninir, sum fylgdust við teimum, søgdu: ?Tit mugu yvirum; annars kunnu tit ikki koma at portrinum.? Pílagrímarnir fóru nú at spyrja, um eingin onnur leið var til portrið. Hinir svaraðu: ?Jú; men líka síðani heimurin varð grundaður, hevur eingin uttan bert tveir menn, Enok og Elias, fingið loyvi at ganga ta leiðina, og eingin annar fær heldur loyvi til tað, fyrrenn síðsti lúðurin skal ljóða? ( Kor. ). Pílagrímarnir, serliga Kristin, gjørdust nú mótfalnir í hjartanum og hugdu higar og hagar; men teir dugdu ongan útveg at síggja til at sleppa undan at fara um ánna. So spurdu teir menninar, um áin var líka djúp allastaðni. Menninir svaraðu nei, men søgdu, at í hesum fingu teir ikki hjálpt teimum; ?tí,? søgdu teir, ?tit fara at finna tað djúpari ella grynri, alt eftir sum trúgv tykkara er á Kongin yvir Staðnum.? Teir gjørdu seg tá til reiðar at fara um ánna; men alt fyri eitt sum teir vóru farnir úti, tók Kristin at søkka, og hann rópti til góða vin sín Vónríkan: ?Eg søkki í djúpum vøtnum, aldurnar fara yvir høvd mítt, allar bylgjurnar leggja yvir meg!? Tá segði Vónríkur: ?Hav gott treysti, bróðir! Eg kenni botn, og hann er fastur.? Men Kristin segði: ?Tíverri, vinur mín, deyðans angist hevur fingið vald á mær, eg fái ikki at síggja landið, sum flýtur við mjólk og hunangi!? Og nú fall á Kristin tjúkt myrkur og ræðsla, so hann sá ikki fram um seg. Hann var heldur ikki rættiliga við seg sjálvan longur, so at hann dugdi hvørki at minnast ella við skili at tosa um nakað av tí, sum so søtt hevði verið honum til lívgan, ta tíð hann hevði ferðast sum pílagrímur. Nei, hvørt orð, ið hann talaði, segði frá sálarangist og hjartans ræðslu fyri, at hann fór at doyggja har í ánni og aldri koma inn um portrið. Tey, sum hjá stóðu, vóru eisini var við, at hann her píndist av minninum um mangar syndir, ið hann hevði gjørt, bæði síðani hann fór á pílagrímsferð, og frammanundan. Eisini varð lagt til merkis, at hann plágaðist av yvirsjónum; hann sá spøkilsi og illar andar; hetta skiltist samt og javnt av tí, ið hann tosaði. Vónríkur hevði tí her mikið stríð av at halda høvdi bróður síns yvir vatninum, ja, við hvørt var Kristin heilt sokkin, men í næstu løtu kom hann undan aftur, hálvdeyður. Troysta hann royndi Vónríkur eisini; hann segði: ?Bróðir! Eg síggi portrið, og har stendur fólk at taka ímóti okkum.? Men Kristin svaraði: ?Tað er eftir tær, tað er eftir tær, ið tey bíða; tú hevur verið vónríkur, alt tað ið eg havi kent teg.? ?Tað hevur tú verið við,? segði Vónríkur við Kristin. ?Tíverri, bróðir,? segði Kristin, ?sanniliga, var eg, sum eg átti, so hevði hann nú reist seg og hjálpt mær. Men aftur fyri syndir mínar hevur hann leitt meg í snerruna og hevur so vent mær bakið.? Tá segði Vónríkur: ?Bróðir! Tú hevur so heilt gloymt hin tekstin, har sagt verður: ?Tí tey eru frí fyri mótgang, líka inntil tey doyggja, og lívsmegi teirra er frísk og óskerd. Tey vita ikki av neyð sum onnur fólk, tey verða ikki plágað sum onnur menniskju? (Sálm. ). Henda sorg og neyð, ið tú nú fert ígjøgnum í hesum vøtnum, er ikki merki uppá, at Gud hevur vent tær bakið; hetta er sent at royna teg fyri at vita, um tær fer at koma í hug alt tað, ið tú higartil hevur fingið av góðsku hansara, og líta á hann í neyðini.? Nú sá eg í dreyminum, at Kristin hugsaði eina løtu, og Vónríkur legði tá hesi orð aftrat: ?Hav gott treysti! Jesus Kristus grøðir teg? (Áp. ). Og nú rópti Kristin hart: ?Á, eg síggi hann aftur, og hann sigur við meg: ?Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg!? (Es. ). Teir tóku nú báðir mót í seg, og eftir hetta var fíggindin tigandi sum ein steinur, inntil teir vóru yvirum komnir. Og Kristin fann nú eisini fastan botn at standa á, og so bar á, at áin var grunn, restin av henni. Soleiðis komu teir nú yvirum. Á áarbakkanum hinumegin sóu teir hinar báðar Skínandi aftur; teir bíðaðu eftir teimum har, og táið teir komu upp úr ánni, heilsaðu teir teimum við hesum orðum: ?Vit eru tænandi andar, sum verða sendir út fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu? (Heb. ). Teir fylgdust so allir til portrið. Nú mugu tit vita, at Staðurin stóð á einum ógvuliga høgum fjalli; men pílagrímarnir gingu lættliga niðan hagar, við tað at hesir báðir menninir leiddu teir. Eisini høvdu teir latið jørðiska búna sín eftir í ánni; tí hóast teir vóru í hesum búna, táið teir fóru út í ánna, vóru teir úr honum latnir, táið teir komu upp úr henni aftur. Teir gingu tí bæði skjótt og lættliga niðan á fjallið, tóat grundvøllurin, sum Staðurin var reistur á, var oman fyri skýggini. Lívsælt samtalandi fóru teir nú upp gjøgnum luftina; tí nú vóru teir troystaðir, við tað at teir í øllum góðum vóru komnir um ánna og høvdu slíkar frálíkar felagar at fylgja sær. Samtalan, ið teir høvdu við hinar Skínandi, var um dýrd Staðarins, og hesir søgdu teimum, at vakurleiki og dýrd hansara var meiri, enn nakar fekk sagt frá. ?Har,? søgdu teir, ?er Zionsfjall, hitt himmalska Jerúsalem, tey mongu túsund av einglum og andar hinna rættvísu, ið fullkomin eru vorðin? (Heb. ). ?Tit fara nú,? søgdu teir, ?til Guds Paradís, har tit fáa lívsins træ at síggja og skulu eta tess aldri følnandi fruktir; og táið tit koma hagar, skulu hvít klæði verða tykkum givin, og hvønn dag skulu tit fylgjast við Konginum og tosa við hann ja, dag eftir dag í allar ævir. Har skulu tit ikki uppaftur kenna slíkt, sum tit sóu, meðan tit ferðaðust har niðri á jørðini sorg, sjúku, mótgongd og deyða, tí hitt fyrra er farið (Op. ). Tit fara nú til Ábraham, Ísak og Jákup og til profetarnar, menn, sum Gud hevur tikið burtur undan tí komandi illa, og sum nú hvíla á legum sínum, ein og hvør, sum gongur sannhjartaður leið sína? (Es. ). Nú spurdu pílagrímarnir: ?Hvat fara vit at gera á hesum heilaga staði?? Og svarað varð: ?Har verða tit troystaðir eftir alt stríð tykkara, og har fáa tit gleði eftir alla sorg tykkara; tit koma at heysta tað, ið tit hava sáað ávøkstin av øllum bønum tykkara, av tárum tykkara, av tí, ið tit á vegnum hava tolt fyri Kong. Á hesum staði fara tit at bera gullkrúnur og í allar ævir gleðast um at síggja og skoða hin Heilaga; tí har skulu tit síggja hann, sum hann er ( Jóh. ). Har skulu tit eisini altíð, við prísi, við gleðirópum og við at takka, tæna honum, sum tit í heiminum so fegin vildu tæna, men við so stórum trupulleikum, orsakað av, at holdið var so veikt. Har skulu eygu tykkara gleðast við at skoða hin Alvalda, og oyru tykkara við at hoyra lívsælu rødd hansara. Har skulu tit aftur gleðast saman við vinum tykkara, sum fóru hagar fyri tykkum, og tit skulu har glaðir taka ímóti øllum, sum eftir tykkum koma á hetta heilaga stað. Har skulu eisini tit verða klæddir við dýrd og hátign og verða búnir út, so tit kunnu fara á ferð saman við Dýrdarkongi. Táið hann kemur í skýggjunum við basúnljóði og á vindsins veingjum, skulu tit koma við honum, og táið hann situr í dómshásætinum, skulu tit sita hjá honum ja, og táið hann skal fella dóm yvir øll, sum gjørdu órættvísi, veri tað einglar ella menniskju, skulu eisini tit hava eitt orð at siga í hesum dómi, við tað at tey órættvísu vóru fíggindar hansara og tykkara. Og somuleiðis táið hann kemur aftur í Staðin, skulu eisini tit koma við basún og hornblástri og verða hjá honum í allar ævir.? Sum teir nú soleiðis nærkaðust portrinum, sást ein flokkur av himmalsins heri koma út ímóti teimum, og við hesar søgdu hinir báðir Skínandi: ?Hetta eru tveir menn, sum hava elskað Harra okkara, meðan teir vóru í heiminum; teir eru farnir frá øllum fyri heilaga navn hansara; hann hevur nú sent okkum út eftir teimum, og vit eru komnir við teimum higar móti málinum, sum teir hava tráað eftir, fyri at teir kunnu ganga inn og við gleði skoða andlit Frelsara síns.? Tá skar hin himmalski skarin í eitt hart fagnaðarróp og segði: ?Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða Lambsins!? (Op. ). Mangir av hornblásarum Kongsins komu nú eisini út ímóti teimum, klæddir í hvítan og skínandi búna, og frá teimum hoyrdist hart og fagurt ljóð, so at sjálvur Himmalin svaraði aftur í samljóðinum. Hesir hornblásarar heilsaðu Kristini og felaga hansara og buðu teimum tíggju túsund ferðir vælkomnum úr heiminum, og hetta gjørdu teir við gleðirópum og hornblástri. Síðani umringaðu teir pílagrímarnar á øllum síðum; summir gingu undan teimum, og summir aftaná, summir høgrumegin, og summir vinstrumegin sum ein vakt rundan um teir á hesum høgu plássum og sum teir gingu, blástu teir alla tíðina vøkur løg, himmalskar tónar, so at hetta var øllum, ið sóu tað, eins og Himmalin sjálvur var komin niður ímóti teimum. Soleiðis fylgdust teir nú, og alla tíðina royndu hornblásararnir, bæði við gleðitónum á hornum sínum og við eygnakøstum og atburði sínum, at vísa Kristini og bróður hansara, hvussu vælkomnir teir vóru í felagi teirra, og hvussu glaðir teir vóru at koma ímóti teimum, so at hesir báðir vóru nú eins og í Himlinum, áðrenn teir komu hagar; tí teir vóru í burturrykking av at síggja einglarnar og hoyra vakra spæl teirra. Hiðani sóu teir eisini Staðin sjálvan, og teimum tykti at hoyra allar klokkurnar ringja í honum fyri at bjóða teimum vælkomnum hagar. Men meir enn av øllum hinum vermdist og gleddist hjarta teirra við at hugsa um, at teir áttu sjálvir ein bústað har í slíkum felagsskapi, og tað í aldur og allar ævir. Á, hvør tunga ella pennur kann siga frá dýrdargleði teirra! Soleiðis komu teir at portrinum. Og táið teir komu hagar, stóð skrivað við gullbókstøvum yvir portrinum: ?Sæl eru tey, ið tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini fara inn í Staðin? (Op. ). So sá eg í dreyminum, at hinir Skínandi bóðu teir kalla við portrið. Táið teir gjørdu hetta, hugdu nakrir út um portrið í erva; tað vóru Enok, Móses, Elias og aðrir, og við teir varð sagt: ?Hesir pílagrímar eru komnir úr Undirgangsstaði av kærleika til Kongin her.? Og síðani lótu pílagrímarnir frá sær passið, ið teir høvdu fingið, táið teir byrjaðu ferðina, og passini vórðu borin Konginum. Táið Kongurin hevði lisið tey, segði hann: ?Hvar eru menninir?? Og svarað varð: ?Teir standa fyri portrinum.? Nú beyð Kongurin, at portrið skuldi verða latið upp, fyri at eitt rættvíst fólk, sum hevði varðveitt trúskap, kundi ganga inn (Es. ). Nú sá eg í dreymi mínum, at hesir báðir menninir fóru inn um portrið, og eg sá, at í tí teir fóru innum, vórðu teir umbroyttir og lætnir í klæði, sum skinu sum gull. Eisini fóru nøkur ímóti teimum við hørpum og krúnum at geva teimum; hørpurnar fingu teir at lova og prísa við, og krúnurnar sum heiðurstekin. Síðani hoyrdi eg í dreyminum, hvussu uppaftur varð ringt við øllum klokkum í Staðnum av gleði, og sagt varð við teir: ?Komið inn til gleði Harra tykkara!? Eg hoyrdi eisini menninar sjálvar syngja hart við hesum orðum: ?Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!? (Op. ). Og nú, í tí portrini vórðu latin upp, so menninir fingu farið inn, hugdi eg innum aftan á teimum, og eg sá, at Staðurin skein sum sólin; vegirnir vóru eisini lagdir við gulli, og á teimum gingu mong við krúnum á høvdunum og gyltum hørpum, sum tey høvdu at lova og prísa við. Eisini vóru nakrir við veingjum, og teir søgdu uttan íhald hvør við annan: ?Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin!? Og nú varð portrið afturlatið, og táið eg hevði sæð hetta, ynskti eg mær at vera ímillum teirra. Men eftir at eg við undran hevði skoðað alt hetta, vendi eg høvdinum at hyggja aftur um meg, og tá sá eg Fávitsku koma at áarbakkanum; men hann var skjótt yvirum komin, og tað ikki við hálvt so miklum trupulleika, sum hinir báðir høvdu havt. Tí tað bar so á, at har var júst tá á tí staðnum ein flutningsmaður, sum æt Tóm Vón, og hann førdi Fávitsku yvirum við báti sínum. Eg sá tá, at hann við, eins og hinir, gekk niðan á fjallið fyri at koma til portrið; men hann gekk einsamallur, og ei heldur kom nakar ímóti honum at geva honum eitt sindur av treysti. Táið hann var komin niðan at portrinum, hugdi hann upp og las tað, ið skrivað stóð yvir tí, og síðani fór hann at banka uppá og hugsaði, at honum mundi alt fyri eitt fara at verða latið upp. Men menninir, sum hugdu útum yvir portrinum, spurdu hann: ?Hvaðani kemur tú, og hvat vilt tú?? Hann svaraði: ?Eg havi etið og drukkið fyri eygum Kongs, og hann hevur lært á gøtum okkara? (Luk. ). Men teir spurdu hann eftir passi, so teir kundu fara inn og vísa Konginum tað, og hann fór nú at trilva í barminum eftir tí, men fann einki. Tá søgdu teir: ?Hevur tú einki?? Men maðurin svaraði ikki eitt orð. Hetta søgdu teir Konginum; men hann vildi ikki koma oman at síggja hann, men beyð teimum báðum Skínandi, sum høvdu fylgt Kristini og Vónríkum til Staðin, at fara út og taka Fávitsku og binda hendur og føtur á honum og fáa hann burtur. Teir tóku hann tá og fóru gjøgnum loftið við honum til hinar dyrnar, sum eg hevði sæð í síðuni á fjallinum, og koyrdu hann inn um tær. Tá sá eg, at ein vegur er til Helviti, líka væl frá Himmalportrinum sum úr Undirgangsstaði. Nú vaknaði eg og sá, at tað var ein dreymur. Nú, lesari, eg dreymin segði tær, og greið tú nú hans týdning fyri mær og øðrum ella sjálvum tær! Men tá mást tú hann skilja rætt og ikki fá, ei gagn, men skaða bert, og svíkja teg og onnur við at vísa skeivan veg. Og ansa við, at ei tú ov nógv ger við tað, mín dreymur uttan á sær ber! Les heldur ikki so, at út av tí, her sagt er, tú fært látur ella stríð! Lat børn og dárar gera slíkt! Men tær ei sømir tað, sum meining mína sær. Drag tjaldið frá, og hygg, hvat inni er, skil myndatalu mína, trúgvur ver, so tú fært gagn av tí, tú lesur, finn ta hjálp, ið er her til eitt sannført sinn! Tað, harav ikki upp tú bygdur ert, tú ikki goymi, hav tað góða bert! Og hvat, um gull við sand er blandað her! Í hvørji frukt ein góður kjarni er. Men blakar tú tað burt sum fáfongd alt, kanska ein dreym aftrat tú hoyra skalt. Seinni partur Vælviljandi felagar! Nakað síðani segði eg tykkum frá dreyminum, ið eg hevði um Kristin pílagrím og um vandafullu ferð hansara til Himmallandið, og hetta var mær ein gleði og tykkum til gagns. Tá segði eg tykkum eisini frá tí, ið eg sá viðvíkjandi konu og børnum hansara, og hvussu tey ikki vildu fara við honum á pílagrímsferð, so at hann noyddist at gera ferð sína fyri uttan at hava tey við, tí hann tordi ikki at verða hjá teimum í Undirgangsstaði, við tað at hann óttaðist fyri tí vanda, ið var fyri at ganga til grundar har. Sum eg tá segði tykkum frá hann fór frá teimum og helt avstað ferð sína. Nú hevur borið so á, at eg havi havt nógv at takast við og havi tí verið forðaður leingi at gera tær vanligu ferðirnar, hagar sum hann byrjaði ferð sína, og tí hevur mær ikki borið til fyrrenn nú at kanna gjøllari eftir teimum, ið hann læt eftir seg, og greiða frá, hvat av teimum varð. Men við tað at eg nú stutt síðani hevði nakað at gera har á leið, so fór eg aftur hagar. Eg fekk mær tá tilhald í einum skógi, okkurt um ein fjórðing burtur, og meðan eg svav har, hevði eg uppaftur ein dreym. Í dreyminum sá eg nú ein gamlan mann koma framvið, har sum eg lá, og við tað at hann skuldi somu leið sum eg nakað av vegnum, tykti mær, at eg reistist og fór at fylgjast við honum. Sum vit nú gingu, var tað fyri mær, sum vit fóru at samtala sum ferðamenn vanliga gera og so bar á, at vit komu at tosa um Kristin og ferð hansara. Eg fór sostatt at tosa við henda gamla mannin og segði: ?Góði maður! Hvør er hesin býurin, ið liggur her niðan fyri okkum vinstru megin gøtuna?? Tá segði Grannskygni tí so æt hann ?Hatta er Undirgangsstaður; hann hevur nógvar íbúgvar, men fólkið har er vánaligt og hevur ógvuliga lítið at týða.? ?Meg vardi tað, at hatta mundi vera tað plássið,? segði eg; ?eg eri sjálvur einaferð komin ígjøgnum tann býin og veit tí, at tað er satt, ið tú sigur mær um hann. Grannskygni: ?Alt ov satt! Eg vildi væl, at eg av sonnum kundi sagt tað, ið betri er, um tey, ið har búgva.? ?Nú, góði maður,? segði eg; ?av hesum dugi eg at síggja, at tú ert ein rætthugsandi maður og tí ein, sum dámar at hoyra tað, ið gott er, og siga frá góðum. Sig mær tí: Hevur tú nakrantíð hoyrt um, hvussu gekst einum manni, ið æt Kristin, og sum nakað síðani búði í hasum býi, men fór á pílagrímsferð til hini hægru støðini?? Grannskygni: ?Hoyrt um hann! Ja, eg havi eisini hoyrt um mótgongd, trupulleikar, bardagar hansara, hvussu hann sat í fangahúsi, um grátin, suffini, óttan og ræðsluna, ið hann mátti fara ígjøgnum á ferð síni. Haraftrat kann eg siga tær, at tosið um hann gongur um alt land okkara; tað er ikki í mongum húsum, tey hava hoyrt um hann og tað, ið hann gjørdi, uttan at tey hava fingið sær søguna um pílagrímsferð hansara, ja, eg haldi, eg kann siga, at vandaferð hansara hevur fingið mangan at ynskja eftir at ganga somu leið sum hann. Tí hóast hann var hildin av hvørjum manni at vera ein dári, meðan hann var her, so er hann sera nógv umhildin av øllum, nú hann er farin. Tað sigst jú, at hann hevur tað ógvuliga gott, har sum hann er, ja, og mong, sum minni enn so vilja vága tað, ið hann vágaði, høvdu verið fegin at vunnið tað, ið hann vann.? ?Væl mugu tey hugsa,? segði eg, ?at hann hevur tað gott, har sum hann er um tey annars trúgva nøkrum, sum satt er tí nú livir hann við Lívsins Keldu og í henni og hevur hvørki stríð ella pínu; tí í hana er eingin sorg blandað. Men sig mær, hvat tosar fólk um hann?? Grannskygni: ?Hvat tey tosa? Fólk tosar mangt sjáldsamt um hann. Summi siga, at nú gongur hann í hvítum búna (Op. ), at hann hevur gullketu um hálsin, at hann ber gullkrúnu, setta við perlum; onnur siga, at hinir Skínandi, sum við hvørt vístu seg fyri honum á ferð hansara, nú eru felagar hansara, og at hann og teir eru vinmenn, har sum hann nú er, eins og granni er við granna. Haraftrat sigst fyri heilt vist um hann, at Kongurin á staðnum, har sum hann nú er, hevur longu givið honum ein ógvuliga dýran og vakran bústað við hirð sína (Zak. ), og at hann hvønn dag etur og drekkur við Konginum, fylgist við honum og tosar við hann og fær smíl og vælvild frá honum, sum er dómari yvir øllum har. Og meiri enn: Summi vænta, at hesin Høvdingi, Harrin yvir landinum har, ætlar skjótt at koma higar á hesar leiðir at fáa at vita orsøkina til, at grannar hansara virdu hann so lítið og hildu hann so illa fyri spott, táið teir sóu, at hann ætlaði at verða pílagrímur um teir vita nakra grund at siga. Tí tað sigst, at Kongur hansara nú heldur ógvuliga nógv um hann og hugsar so nógv um ta ljótu viðferð, ið Kristin mátti tola, táið hann gjørdist pílagrímur, at tað er honum, sum tað var gjørt móti honum sjálvum (Luk. ). Og hetta er ikki at undrast á; tað var jú kærleikin, ið hann hevði til Kong sín, sum fekk hann at vága tað, ið hann vágaði.? ?Hetta eri eg glaður um, tað er vist,? segði eg; ?eg eri glaður hansara vegna, at hesin neyðar maður nú hevur hvíld eftir stríðið (Luk. Op. ), at hann nú við gleði heystar vinningin av tárum sínum, at byrsurnar hjá fíggindum hansara nú ikki bera til hansara longur, og at teir, ið hata hann, ikki røkka at honum meir. Eg eri eisini glaður, at tíðindini um hetta eru farin at ganga um landið her; hvør veit, um tey virka ikki okkurt gott inn á summi teirra, sum eftir eru her! Men sig mær, góði tú, meðan eg minnist tað, hevur tú hoyrt nakað um konu og synir hansara? Neyðardýr teirra! Hvussu munnu tey hava tað? Tað vildi eg vitað.? Grannskygni: ?Hvørji? Kristina og synir hennara? Teimum fer óivað at gangast líka væl sum Kristini sjálvum; tí hóast tey øll í fyrstuni bóru seg at sum dárar og als ikki vildu lata seg røra, ið hvussu so Kristin græt og bønaði tey, so hava tey tó fingið annað sinni, og tað hevur borið slíkan undurfullan ávøkst, at tey hava gjørt seg til og eru farin avstað aftan á honum.? ?Betri og betri!? segði eg; ?men hvat eru kona og synir øll farin?? Grannskygni: ?Ja, álvara! Og eg kann greiða tær frá øllum hesum; tí eg var júst staddur har á plássinum, tá og fekk gjøllan kunnleika um allan tilburðin.? ?Tá má eg kunna líta á, at tað er satt,? svaraði eg. Grannskygni: ?Tú skalt ikki vera ræddur fyri at taka tað aftur í orðtak eg meini við, at tey øll eru farin á pílagrímsferð, bæði henda góða kona og teir fýra dreingir hennara. Men eg skilji, at vit skulu somu leið og kunnu fylgjast nakað langt, so eg skal greiða tær frá tí, øllum sum tað er. Henda Kristina tí so var navn hennara, frá tí degi hon og synir hennara góvu seg at liva sum pílagrímar fór at hugsa nógv, eftir at maður hennara var farin um ánna, og hon einki meiri kundi frætta frá honum. Fyrst var tað nú hetta, at hon hevði mist mannin, og at hetta kærleiksbandið teirra millum var slitið við alla. Tí tú veitst, at so er náttúran hon vekur tung minni hjá teimum, ið eftir liva, táið tey, sum tey vóru góð við, eru farin frá teimum. So at hon feldi mangt tárið um mann sín. Men hetta var ikki alt. Kristina fór eisini at hugsa við sær sjálvari, um ikki tað, at hon hevði verið so ring ímóti manni sínum, mundi vera ein grundin til, at hon hevði mist hann, og at hann var farin frá henni undir slíkum umstøðum. Og nú kom henni í hug allar tær ótaldu ferðir, ið hon hevði borið seg so illa at ímóti kæra vini sínum, heilt ímóti allari náttúru, ja, so gudleyst. Hetta tyngdi samvitsku hennara og fekk hana at kenna seg ógvuliga seka. Haraftrat breyt tað hjarta hennara stórliga at minnast, hvussu hvíluleysur hann hevði gingið og suffað og grátið tey søltu tár og syrgt um seg sjálvan, og hvussu hon hevði hert hjarta sítt ímóti honum, táið hann bønaði hana og royndi í kærleika at yvirtala hana og synirnar at koma við sær. Ja, alt tað, ið Kristin hevði sagt við hana, og allar gerðir hansara, alla ta tíðina, ið byrðin hekk honum á bakinum, tað herjaði nú alt aftur á hana sum snarljós og skræddi hjarta hennara sundur. Serliga ringdi hitt beiska róp hansara: ?Hvat skal eg gera fyri at verða frelstur?? henni fyri oyrum sum eitt sorgarljóð. Tá segði hon við synirnar: ?Synir mínir! Vit eru øll fortapt. Synd mín hevur rikið pápa tykkara burtur, og hann er farin; hann vildi hava okkum at koma við sær, men eg vildi ikki fara. Eg havi eisini forðað tykkum at finna lívið.? Av hesum orðum skóru allir dreingirnir í grát og róptu, at teir vildu sleppa aftan á pápa sínum. ?Á,? segði Kristina, ?hevði tað verið lutur okkara, at vit vóru farin við honum! Tá hevði okkum vitað betur við, enn nú er líkt til, at tað fer at verða. Tí hóast eg, dári mín, áður havi hugsað, at øll tyngdin, ið hekk yvir pápa tykkara, kom av tápuligum dreymum, ið hann hevði, ella av, at døpurhugi hevði so heilt vald á honum, so kann eg kortini nú ikki fáa ta hugsan burtur frá mær, at hetta hevði alt eina aðra orsøk, nevniliga, at lívsins ljós var honum givið (Jóh. ), tað ljós, sum tað skilji eg nú hevur loyst hann úr deyðans snerrum.? Tey grótu nú aftur øll og róptu: ?Á vei, tann dagur!? Náttina eftir hevði Kristina ein dreym. Hon sá eina stóra bókrullu verða latna upp fyri sær. Í rulluni var sagt frá øllum leiðum hennara, og henni tykti, at øll misbrot hennara hugdu á hana so svørt. Tá rópti hon hart í svøvni: ?Gud, ver mær, syndara, náðigur!? og dreingirnir hoyrdu hana. Síðani tykti henni at síggja tveir menn, sum vildu henni ilt, standa við songina; teir søgdu: ?Hvat skulu vit gera við hesa kvinnu? Bæði vakjandi og í svøvni rópar hon um náði; fær hon loyvi at halda á, sum hon hevur byrjað, so missa vit hana, sum vit mistu mann hennara. Vit eru tí noyddir á onkun hátt at fáa hana burtur frá at hugsa um tað, sum kemur eftir hetta lív; annars kann einki í heiminum forða fyri, at hon gerst pílagrímur.? Hon vaknaði nú, rennvát í sveitta og piprandi. Men eftir eina løtu sovnaði hon aftur. Og tá tykti henni, at hon sá Kristin, mann sín. Hann var á einum sælum staði millum mong ódeyðilig og hevði hørpu í hond, sum hann stóð og spældi á fyri einum, sum sat í einum hásæti við ælaboga á høvdinum. Henni tykti eisini, at hann boygdi høvdið við andlitinum móti gólvinum fyri fótum Kongsins og segði: ?Eg takki hjartaliga Harra og Kongi mínum, at hann hevur ført meg á hetta stað!? Ein flokkur av teimum, ið rundanum stóðu, skar tá í gleðiróp og spældi á hørpum sínum; men eingin, sum livdi, dugdi at skilja tað, ið teir søgdu, uttan Kristin og felagar hansara. Táið hon var uppi morgunin eftir og hevði biðið til Gud og tosað við synirnar eina løtu, bankaði eitt hart á dyrnar. Hon segði: ?Kemur tú í Guds navni, so kom inn!? ?Amen!? svaraði maðurin, læt dyrnar upp og heilsaði henni við hesum orðum: ?Friður veri við hesum húsi!? Síðani segði hann: ?Kristina! Veitst tú, hví eg eri komin?? Tá rodnaði hon og nøtraði; men eisini ornaði hjartað í henni av tráan eftir at vita, hvaðani hann kom, og hvørji ørindi hann hevði til hennara. Hann segði nú við hana: ?Eg eiti Loyndardómur; eg búgvi hjá teimum, sum eru í tí høga. Sagt er, har sum eg búgvi, at tú fegin vilt koma hagar. Eisini hevur frætst har, at tú sært tað illa, ið tú áður gjørdi manni tínum, við tað at tú herdi hjarta títt móti leið hansara og heltst hesar smáu í vankunnleika. Kristina! Hin Misskunnsami hevur sent meg at siga tær, at hann er ein Gud, sum er til reiðar at fyrigeva, og at hann er glaður við at veita fyrigeving í yvirflóð fyri misbrot. Hann vil eisini, at tú skalt vita, at hann býður tær at koma í nærveru sína og til borð sítt, og at hann vil metta teg við fitini í húsi sínum og geva tær arv Jákups, Faðirs tíns. Har er Kristin, sum var maður tín, og mong túsund onnur í felagi við honum; tey síggja í allar ævir hitt andlit, sum gevur teimum lív, sum skoða tað, og tey verða øll glað, táið tey hoyra ljóðið av fótafetum tínum, at tú stígur inn um gátt Faðirs tíns.? Táið Kristina hoyrdi hesi orð, skammaðist hon stórliga av sær sjálvari og boygdi høvdið til jarðar. Hesin, sum vitjaði hana, segði nú framvegis: ?Kristina! Her er eitt bræv til tín, sum eg beri tær frá Kongi mans tíns.? Hon tók brævið og breyt tað upp; tað angaði av besta luktilsi og var skrivað við gullstøvum. Innihaldið í tí var, at Kongurin vildi hava hana at gera, sum Kristin, maður hennara, hevði gjørt, tí tað var leiðin at koma í Staðin har og búgva allar ævir við gleði í nærveru Kongsins. Og nú var henda góða kvinna heilt vunnin og rópti til henda, sum vitjaði hana: ?Harri! Vilt tú taka meg og synir mínar við tær, so eisini vit kunnu koma og tilbiðja Kong?? Men hann svaraði: ?Kristina! Tað beiska kemur fyrst, so tað søta. Tú mást eins og hann, ið undan tær gekk gjøgnum trongdir koma inn í hin himmalska Staðin. Eg mæli tær tí til at gera sum Kristin, maður tín. Far til Tronga Portur har handan fyri slættan, tí tað stendur við byrjanina á vegnum, ið tú mást ganga! Og eg ynski tær góða ferð. Eisini mæli eg tær til at hava hetta brævið í barminum og lesa í tí fyri tær sjálvari og fyri dreingjunum, inntil teir duga tað uttanat; tí hetta er ein av songunum, ið tú mást syngja í húsinum, har tú býrt sum fremmand (Sálm. ), og tú mást eisini vísa tað fram við næsta portrið.? Eg sá nú í dreyminum, at hesin gamli maðurin tyktist sjálvur at verða ógvuliga rørdur av hesi søgu, meðan hann segði mær frá henni. Men hann helt fram og segði: ?Nú kallaði Kristina synir sínar saman og byrjaði at tala so við teir: ?Synir mínir! Sum tit hava sæð, havi eg hesa síðstu tíðina verið ógvuliga tung í sálini um deyða faðirs tykkara ikki tí at eg á nakran hátt ivist um, at honum veit væl við, tí eg eri vís í, at hann er lukkuligur. Men eg havi havt nógvan ófrið á mær um mína egnu støðu og tykkara; eg eri ivaleys í, at vit av náttúru eru syndarliga illa stødd. Eisini nívir tað samvitsku mína tungt, at eg bar meg so illa at móti pápa tykkara, táið hann var í neyð; tí eg herdi bæði mítt egna hjarta og tykkara móti honum og noktaði at fara við honum á pílagrímsferð. Minnið um alt hetta hevði nú beinleiðis gjørt enda á mær, hevði eg ikki havt ein dreym í nátt, og hevði ikki hesin fremmandi veitt mær slíka stóra troyst í morgun. Komið, synir mínir, latið okkum gera okkum til og fara til portrið, sum leiðir til hin himmalska Staðin, so vit kunnu síggja pápa tykkara aftur og vera har í friði hjá honum og vinum hansara, soleiðis sum lógin har í landinum er!? Tá fóru dreingirnir at gráta av gleði um, at hjartað í mammu teirra var boygt til hesa avgerð. Hesin, sum vitjaði tey, segði teimum nú farvæl, og tey fóru at gera seg til at fara ferð sína. Men sum tey nú soleiðis skuldu fara avstað, komu tvær grannkvinnur hjá Kristinu at húsum hennara og bankaðu uppá. Aftur hesa ferð segði hon: ?Koma tit í Guds navni, so komið inn!? Kvinnurnar fórust við, táið tær hoyrdu hesi orð; tí soleiðis var Kristina ikki von at tala, og slíkt væntaðu tær sær ikki at hoyra av vørrum hennara. Tó komu tær inn; men nú sóu tær, at henda góða kvinna gjørdi seg til at fara frá húsi sínum. Tær søgdu tí: ?Hoyr, sig okkum, grannkonan, hvat vil hetta siga?? Kristina svaraði og segði við ta eldru hon æt Rædda ?Eg geri meg til at fara eina ferð.? Henda Rædda var dóttir hansara, sum Kristin hitti á Torføra Fjalli, og sum royndi at yvirtala hann at venda við av ótta fyri leyvunum. Rædda: ?Hvar stendur ferðin um eg kann spyrja?? Kristina: ?Ja, eg ætli at fara aftan á honum, sum var maður mín.? Og nú skar hon í grát. Rædda: ?Tað vil eg ikki vóna, grannkonan góða! Eg biði fyri sona tína skuld, blaka teg ikki so ókvinnuliga burtur!? Kristina: ?Jú, allir synir mínir koma við mær; ikki ein teirra vil vera eftir.? Rædda: ?Tað vildi eg vitað, hvør ella hvat ið hevur fingið teg at hugsa um slíkt!? Kristina: ?Á grannkonan! Um tú bert visti tað, ið eg veit, so eri eg vís í, at tú hevði viljað komið við mær.? Rædda: ?Góða, sig mær, hvat er tað, tú hevur fingið at vita, sum so skilir hjarta títt frá vinum tínum og freistar teg at fara eingin veit, hvar?? Kristina: ?Eg havi havt tað ógvuliga svárt, síðani maður mín fór frá mær, og serliga síðani hann fór um ánna. Men tað, sum hevur plágað meg mest, er, at eg bar meg so ljótt at móti honum, táið hann var í neyð. Haraftrat eri eg stødd nú, sum hann var tá: Eg fái ikki frið, uttan eg fari á pílagrímsferð. Eg droymdi í nátt, at eg sá hann. Á, hevði sál mín verið, har sum hann er! Hann býr hjá Konginum í landinum, situr til borðs við honum, er í felagsskapi við ódeyðiligum og hevur nú fingið eitt hús at búgva í, so fagurt, at prúðasta borg á jørð tykist mær ikki at vera frægari enn skarn ímóti tí. Kongurin á slottinum har hevur eisini sent boð eftir mær og lovað mær vist har, um eg komi til hansara. Sendiboð hansara var her eina løtu síðani og bar mær eitt bræv við innbjóðing at koma.? Og nú tók hon brævið fram og las tað og segði við tær: ?Hvat siga tit nú til hetta?? Rædda: ?Á, tað vitloysi, ið hevur fingið vald á tær sum á manni tínum, at renna tykkum út í slíkar trupulleikar! Eg eri ivaleys í, at tú mást hava frætt, hvussu manni tínum gekst, enntá longu táið hann tók fyrsta stigið á hesi leið sum granni okkara Harðvunnin kann vitna enn í dag, við tað at hann fór avstað við honum ja, og Lagaligur við, inntil teir báðir, sum vitigir menn, ikki tordu at fara longri. Vit frættu eisini og tað var ikki mætari hvussu hann kom fram á leyvurnar, hitti Apollyon, gekk gjøgnum Deyðaskuggadal og mangt tílíkt. Tú mátti heldur ikki gloymt vandan, hann kom í á Fáfongdarmarknaði. Og var hann, eitt mannfólk, so illa staddur, hvat kanst tú tá gera, ein neyðar kvinna! Hugsa eisini um, at hesir fýra fittu dreingirnir eru børn tíni, hold og blóð títt! Um tú nú hugsar so lítið, at tú vilt kasta teg sjálva burtur, so ver tó heima fyri teirra skuld, sum eru tín egna lívsfrukt!? Men Kristina svaraði henni: ?Freista meg ikki, grannkona mín! Mær er nú givin í hondina ein skattur, sum eg kann hava vinning av, og eg hevði verið størsti dári, um eg ikki tordi at nýta høvið, ið mær er givið. Og viðvíkjandi tí, ið tú sigur mær um allar trupulleikarnar, ið eg kann vænta mær at fáa á leiðini, so er tað minni enn so, at tað tekur mótið frá mær, nei, men tað vísir mær, at eg eri á beinum vegi. Tað beiska má vera fyrr, og tað søta seinni, og hetta ger tað søta enn søtari. Við tað at tú ikki, sum eg segði, ert komin inn hjá mær í Guds navni, so ger so væl og far avstað aftur og loyp ikki órógv á meg longur!? Nú fór Rædda at speireka hana og segði við hana, sum við henni var: ?Kom, Miskunn, grannkvinnan! Vit skulu lata hana gera, sum hon vil. Hon vanvirðir jú ráð og felagsskap okkara.? Men Miskunn visti ikki, hvat hon skuldi gera, og tað av tvinnanda grundum. Fyri tað fyrsta brendi hjarta hennara fyri Kristinu, og tí segði hon við sær sjálvari: ?Vil grannkona mín fara, so skal eg fara eitt sindur við henni og hjálpa henni.? Fyri tað annað brendi hjarta hennara fyri hennara egnu sál; tí tað, ið Kristina hevði sagt, hevði virkað inn á hana. Tí segði hon uppaftur við sær sjálvari: ?Eg skal tosa meiri við hesa Kristinu, og finni eg sannleik og lív í tí, sum hon sigur, so skal eg hjartans fegin fara við henni sjálv.? Miskunn svaraði tí grannkonu síni Ræddu so: ?Víst kom eg í morgun við tær, grannkonan, at vitja Kristinu; men við tað at hon, sum tað sæst, júst skal siga landi sínum hitt síðsta farvæl, so ætli eg mær henda sólskinsmorgun at fylgjast við henni eitt sindur og hjálpa henni á vegnum.? Hina seinnu grundina nevndi hon ikki; hana hevði hon fyri seg sjálva. Rædda: ?Ja, eg dugi at skilja, at tú hevur hug at gera teg til spott við; men ansa tær í tíð og ver klók! So leingi sum vit eru vandaleys, eru vit tað; men táið vit eru komin í óføri, tá er ov seint.? So rýmdi Rædda aftur til hús, og Kristina helt avstað ferð sína. Táið Rædda var heimaftur komin, sendi hon boð eftir nøkrum grannkonum; tær vóru: Flogmúseyga, Tankaleysa, Lætta og Skilaleysa. Við tað sama fór hon at siga teimum frá Kristinu og ferðini, ið hon ætlaði at gera. Hon segði: ?Grannkonurnar! Eg hevði ikki stórt at gera í morgun og fór tí at vitja Kristinu. Táið eg kom at durum hennara, bankaði eg uppá, sum tit vita, at vit eru vanar, og hon svaraði: ?Kemur tú í Guds navni, so kom inn!? Eg fór nú inn og hugsaði ikki annað, enn at alt visti væl við; men táið eg kom inn, sá eg, at hon gjørdi seg til at fara avstað úr býnum við dreingjum sínum. Eg spurdi hana, hvat hetta vildi siga, og hon svaraði mær beint fram, at nú ætlaði hon sær á pílagrímsferð, eins og maður hennara var farin. Hon segði mær eisini frá einum dreymi, ið hon hevði havt, og at Kongurin í landinum, har sum maður hennara er, hevði sent henni bræv við innbjóðing at koma hagar.? Tá segði Skilaleysa: ?Og heldur tú, at hon fer?? Rædda: ?Fer! Ja, hon fer, ið hvussu so gongur; tað haldi eg meg vita av tí, at táið eg ávaraði hana um allar trupulleikarnar, ið hon fór at koma í á vegnum, og segði við hana, at hetta mátti fingið hana at setst aftur, um so einki annað kundi tað, so vísti tað seg, at júst hetta elvdi henni til at fara meir enn alt annað. Ja, hon hevði mangt at siga og læt meg vita, at ?beiskt gongur undan søtum?, og at ?hetta ger tað søta enn søtari?.? Flogmúseyga: ?Á handa blinda og býtta kona! Tekur hon ikki lærdóm av tí, ið maður hennara fór ígjøgnum? Eg trúgvi fyri mín part, at var hann aftur her, so hevði hann takkað til at verið sloppin heilskapaður og aldri aftur vágað so nógv fyri einki.? Tankaleysa legði nú uppí og segði: ?Burt úr býnum við slíkum ørvitisdroymarum! Góður lætti at vera frá henni sloppin, tað sigi eg! Skuldi hon verðið her og verið so sint, hvør kundi tá flættast við hana! Annaðhvørt hevði hon tá gingið og stúrt og verið ring at havt til granna, ella hevði hon tosað slíkt, sum einki skilafólk kundi tolt at hoyrt. Eg fyri mín part skal tí ikki syrgja hana, at hon er farin; lat hana fara og onkun betri koma aftur í staðin! Heimurin hevur ikki verið góður at livað í, síðani hesir løgnu apukattarnir komu at búgva her.? Og Lætta legði aftrat: ?Tagnið nú við hasum tosinum! Eg var í gjár hjá frú Horu, og har vóru vit so kátar sum ungar gentur. Tí hvør halda tit, var har? Frú Holdslyst og umframt meg tríggjar, fýra aðrar, og so harra Horkallur, frú Óreinska og fleiri. Har høvdu vit spæl og dans og annað, sum kundi stuttleika. Og tað má eg siga, at frú Holdslyst má eg undrast á, sum hon er væl vand, og harra Horkallur er so fittur.? Kristina var nú farin avstað, og Miskunn var farin við henni. Tær hildu so ferðina fram, og dreingirnir vóru eisini við. Kristina byrjaði tá eina samtalu. ?Miskunn!? segði hon; ?ta gleði hevði eg ikki væntað mær, at tú skuldi fara heiman at fylgjast við mær eitt sindur av vegnum.? Tá svaraði Miskunn sum var ung ?Hevði eg vitað. at tað var til gagn at komið við tær, so skuldi eg aldri farið aftur í býin.? Kristina: ?Nú, Miskunn, vel lut tín saman við mær! Eg veit væl, hvat endin verður á pílagrímsferð okkara. Maður mín vildi ikki fyri alt tað gull, í heiminum er, farið avstað aftur, haðani sum hann nú er. Og tú verður ikki koyrd avstað haðani, um tú so kemur bert eftir míni innbjóðing. Konginum, sum hevur sent boð eftir mær og synum mínum, líkar væl miskunn. Og vilt tú, so kann eg eisini taka teg í tænastu hjá mær, og so havi eg teg við sum arbeiðskonu; tó skulu vit báðar hava alt í felagsskapi. Ið hvussu er, kom við mær!? Miskunn: ?Men hvussu skal eg kunna vera vís í, at eg fái innivist har? Hevði onkur, sum veit greiðu á hesum, givið mær vón, so hevði eg onga løtu ivast í at komið við, hjálpin av honum, sum hjálpa kann, ið hvussu so troyttandi leiðin enn var.? Kristina: ?Ja, Miskunn góða, eg skal siga tær, hvat tú skalt gera. Kom við mær til Tronga Portur! So skal eg har fáa gjøllari at vita um teg; verður so einki treysti givið tær har, so skal eg einki hava ímóti, at tú vendir aftur til heim títt; eg skal eisini gjalda tær fyri góðsku tína, sum tú vísti mær og synum mínum at koma hesa leið við okkum.? Miskunn: ?Ja, so skal eg koma hagar, og so má tað ganga, sum tað kann. Og Harrin gevi, at lutur mín har skal falla so, at tað skilst, at Himmalsins Kongur elskar meg!? Av hesum varð Kristina hjartans glað, ikki bert tí hon fekk fylgi, men eisini um, at henni hevði eydnast at fáa hesa neyðar gentu at hugsa um at fáa sál sína frelsta. Tær fylgdust nú. Men Miskunn fór at gráta. Tá spurdi Kristina: ?Hví grætur tú so, systir mín?? Miskunn: ?Á, hvør kann annað enn syrgja, sum bert av álvara hugsar um, hvussu illa neyðar skyldfólk mítt er statt, sum enn er eftir í syndafulla býi okkara! Og enn tyngri verði eg um hjartað, táið eg hugsi um, at eingin lærir tey og sigur teimum frá tí, sum kemur.? Kristina: ?Pílagrímum sømir at hava hjarta fyri øðrum. Tú syrgir um tíni, eins og góði Kristin mín syrgdi um meg, táið hann fór frá mær. Tað gekk honum ógvuliga nær, at eg ikki svaraði til hansara og ikki vildi hoyra; men Harri hansara og okkara savnaði tár hansara og goymdi tey í eini fløsku (Sálm. ). Og nú heysta bæði eg og tú og hesir góðu synir mínir ávøkstin og vinningin av teimum. Eg vóni, Miskunn, at hesi tár tíni verða ikki feld til einkis; tí sannleikin sigur, at tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleðirópum, og at tey, ið ganga grátandi og sáa sáð sítt, koma aftur við gleðirópum, berandi bundi síni? (Sálm. ). Tá segði Miskunn: ?Hin Signaða lat leiða meg, er hjartans ynski mítt, at portrinum, í húsið inn, til halga fjallið sítt! Og aldri aftur lati hann meg villast burt av leið frá náði hans, frá boðum hans, hvar enn mín fótur steig! Ja, lat hann leiða míni við, Gud, tak tey, heilt tey vinn, á, boygg tey djúpt í bøn til tín av hjarta, sál og sinn!? Gamli vinmaður mín helt nú fram við frágreiðing síni og segði: ?Men táið Kristina kom at Mótloysismýri, visti hon ikki, hvat hon skuldi gera. ?Her var tað,? segði hon, ?at kæri maður mín mundi kódnað í rununi.? Hon sá eisini, at hóast Kongurin hevði boðið, at her skuldi bøtast um, so pílagrímar fingu gingið, so var blotin heldur versnaður enn batnaður.? Eg spurdi henda gamla mannin, um tað var álvara. at so var vorðið. ?Ja,? svaraði hann, ?tað er alt ov satt. Tí mangir, sum látast at arbeiða fyri Kong og siga seg at væla um landaveg hansara, bera einki uttan skarn og rusk hagar í staðin fyri grót og gera soleiðis leiðina verri og ikki betri. Her steðgaðu tí Kristina og dreingir hennara. Men Miskunn segði: ?Komið, latið okkum royna! Vit skulu bert ansa okkum væl.? Tey hugdu nú væl eftir, hvussu tey stigu, og fingu soleiðis í lag at stumla yvirum. Kristina mundi tó verðið føst í mýrini, og tað ikki bert eina og tvær ferðir. Tey vóru ikki meir enn yvirum komin, tá hoyrdu tey eina rødd siga við seg: ?Sæl er hon, ið trúði; tí tað skal ganga út, sum henni er sagt av Harranum? (Luk. ). Tey gingu nú longri, og Miskunn segði við Kristinu: ?Hevði eg havt so góða grund sum tú at vóna, at eg verði fagnað í kærleika við Tronga Portur, so haldi eg, eingin Mótloysismýri skuldi fingið meg at stúrt.? ?Nú,? svaraði hin, ?tú kennir títt eyma stað, og eg kenni mítt; og, vinkonan góða, vit koma øll at líða nóg mikið ilt, áðrenn vit koma, hagar sum ferð okkara stendur. Tí ikki er væntandi, at fólk, sum stevnir eftir at náa slíka høga dýrd sum vit, og sum eru so øvundað fyri hesa lukku sum vit, skulu ikki verða hótt av vanda og snerrum og koma í allar trupulleikar og alla neyð, sum teir, ið hata okkum, á nakran hátt kunnu finna sær upp.? Og nú fór Grannskygni frá mær og læt meg vera um sjálvan at droyma dreym mín at enda. Mær tykti tá, at eg sá tey øll, Kristinu og Miskunn og dreingirnar, fara yvir at portrinum. Táið tey vóru komin hagar, hildu tey eitt lítið ráð saman um, hvussu tey skuldu kalla við portrið, og hvat tey skuldu siga við tann, sum læt teimum upp. Tey eintust so um, at Kristina, sum jú var elst, skuldi banka uppá, og at hon skuldi tala fyri tey øll við tann, sum læt upp. Elon fór at banka, og sum neyðar maður hennara, so bankaði hon fleiri ferðir. Men í staðin fyri at fáa aftursvar, tyktust tey hoyra ein hund koma goyggjandi ímóti sær, og tað ein stóran hund við. Hetta loypti ræðslu á kvinnurnar og dreingirnar, og tey tordu eina góða løtu ikki at banka aftur av ótta fyri, at hundurin skuldi leggja á tey. Nú fall ein ógvulig angist á tey, og tey vistu ikki, hvat tey skuldu gera. Banka tordu tey ikki av ótta fyri hundinum, og venda aftur tordu tey heldur ikki; tí rakti portarin við, at tey fóru avstað aftur, mundi hann fara at verða illur, hildu tey. Til endans hildu tey vera beinast at banka einaferð enn; tað gjørdu tey, og harðari enn áður. Tá svaraði portarin: ?Hvør er har?? Og nú gavst hundurin at goyggja, og portrið varð latið teimum upp. Kristina neig djúpt og segði: ?Harri mín vreiðist ikki við tænastukvinnu sína fyri tað, at vit hava bankað upp á kongliga portur hansara!? Portarin spurdi nú: ?Hvaðani koma tit, og hvat er tað, ið tit vilja hava?? Kristina svaraði: ?Vit koma, haðani sum Kristin kom, og í somu ørindum sum hann; vit vilja fegin, um tað líkar tær, fáa atgongd í náði inn um hetta portur á vegin, sum leiðir til hin himmalska Staðin. Og harnæst lati eg harra mín vita, at eg eri Kristina, kona Kristin, sum nú er náddur upp hagar.? Tá varð portarin ovfarin og segði: ?Hvat! Er hon, sum stutt síðani helt so ógvuliga ringt um eitt slíkt lív, nú vorðin pílagrímur!? Hon boygdi høvdið og segði: ?Ja, og tað eru kæru synir mínir eisini vorðnir.? Hann tók nú í hond hennara og leiddi hana inn. Eisini segði hann: ?Latið tey smáu børnini koma til mín!? So stongdi hann portrið aftur. Síðani segði hann við ein hornblásara, sum stóð yvir portrinum, at hann skuldi lata hoyrast spæl á horni og gleðiróp fyri Kristinu. Hann gjørdi, sum honum varð sagt, og blásti, so at luftin varð fylt við vøkrum samljóði. Alla hesa tíð stóð neyðar Miskunn uttanfyri, piprandi og grátandi av ótta fyri, at hon var vrakað. Men táið Kristina var sloppin innum við dreingjum sínum, fór hon at biðja fyri Miskunn við. Hon segði: ?Harri mín! Ein, sum er í fylgi við mær, stendur uttanfyri; hon er komin her í somu ørindum sum eg sjálv; hon tordi so illa at koma, við tað at hon heldur seg vera óbodna; eg havi jú fingið boð frá Kongi mans míns at koma, men hon hevur eingi boð fingið.? Nú fór Miskunn at ótolnast; hvør minuttur var henni so langur sum ein tími. Hon bankaði upp á portrið sjálv, og soleiðis fekk Kristina ikki sagt meir, hennara vegna. Og hon bankaði so hart, at Kristina hvakk við. Portarin segði tá: ?Hvør er har?? Kristina svaraði: ?Hatta er vinkona mín.? Tá læt hann upp portrið og hugdi út; men Miskunn var fallin niður og visti einki til sín meir; hon var svímað av ræðslu fyri, at portrið fór ikki at verða latið henni upp. Hann tók tá í hond hennara og segði: ?Genta, eg sigi tær, reis teg upp!? (Mark. ). ?Á, Harri mín!? segði hon; ?eg eri máttleys; tað er ikki meir, enn lívið er í mær.? Men hann svaraði henni, at ein var, sum segði: ?Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg Harran, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum? (Jónas ). ?Óttast ikki!? segði hann; ?reis teg upp og sig mær, hví tú ert komin!? Miskunn: ?Eg eri komin til tað, sum eg aldri varð boðin til, soleiðis sum vinkona mín Kristina varð. Hon fekk innbjóðing frá Kongi, men eingin beyð mær uttan hon. Tí óttist eg fyri, at tað var ovboðið av mær at koma.? Portarin: ?Vildi hon hava teg at koma higar við sær?? Miskunn: ?Ja; og sum Harri mín sær, eri eg komin. Og er náði ella syndafyrigeving at fáa enn, so bøni eg teg at lata fátæku tænastukvinnu tína fáa lut í tí.? Tá tók hann aftur í hond hennara og leiddi hana mildur inn og segði: ?Eg biði fyri øllum, sum trúgva á meg, ið hvussu so tey koma til mín.? So segði hann við tey, sum hjá stóðu: ?Fáið Miskunn okkurt at lukta at, so hon styrknar aftur av máttloysinum!? Tey fingu henni tá eitt myrratyssi, og eftir eini løtu visti henni væl við aftur. Og nú vórðu Kristina og synir hennara og Miskunn væl fagnað av Harranum alt fyri eitt við byrjanina á vegnum, og hann talaði blídliga við tey. Men framvegis søgdu tey við hann: ?Vit syrgja um syndir okkara og biðja Harra okkara um fyrigeving og um leiðbeining, hvat vit nú skulu gera.? ?Eg veiti fyrigeving,? segði hann, ?við orði og í gerð (Hás. Jóh. ), við orði í lyftinum um fyrigeving og í gerð á tann hátt, sum eg vann tað. Takið nú fyrst ein koss av vørrum mínum, og hitt, sum tað verður tykkum opinberað!? Nú sá eg í dreyminum, at hann talaði mong góð orð við tey, sum gjørdu tey glað. Hann fór eisini upp á portrið við teimum og vísti teimum tað, sum tey vóru frelst við, og segði teimum við, at tey eisini seinni, meðan tey gingu vegin fram, skuldu fáa hesa somu sjón at síggja og verða troystað av henni. Síðani læt hann tey vera fyri seg sjálv eina løtu í eini summarstovu niðriundir, og har samtalaðu tey sínámillum. Kristina byrjaði við hesum orðum: ?Sum eg eri glað, at vit eru nádd inn higar!? Miskunn: ?Væl mást tú so vera; men eg havi fram um øll grund at dansa av gleði.? Kristina: ?Meðan eg stóði fyri portrinum og hevði bankað og einki aftursvar fingið, hugsaði eg eina løtu, at alt stríð okkara var burturspilt, serliga táið hasin ljóti hundurin goyði so øgiliga eftir okkum.? Miskunn: ?Eg var ongantíð so rødd, sum táið eg sá, at tit vórðu væl fagnað, og eg varð latin eftir uttanfyri. Eg hugsaði, at nú gekk tað út, sum skrivað stendur, at tvær kvinnur skulu mala á kvørnini saman, og onnur verður tikin við, og onnur latin eftir (Matt. ). Eg mundi rópt: ?Nú er úti við mær!? Og illa tordi eg at fara aftur at banka uppá; men táið eg hugdi á tað, sum yvir portrinum stóð skrivað, fekk eg nýtt mót. Eg hugsaði eisini, at annaðhvørt mátti eg banka aftur ella doyggja. Og so bankaði eg; men eg dugi ikki at siga, hvussu; tí nú bardist andi mín millum lív og deyða.? Kristina: ?Veitst tú ikki, hvussu tú bankaði? Eg kann siga tær, at tú bankaði so hart, at ljóðið fekk meg at hvøkka við; eg helt, at aldri í lívinum hevði eg hoyrt nakran banka so hart; tað var mær, sum tú ætlaði tær at bróta inn og taka ríkið við valdi? (Matt. ). Miskunn: ?Á, mundi nakar, ið var staddur sum eg, kunnað gjørt annað! Tú sást, at portrið var stongt fyri mær, og har var ein so øgiligur hundur í nánd. Eg sigi: Hvør mundi ikki bankað av allari megi, sum kendi seg so illa staddan sum eg! Men, góða, sig mær, hvat segði Harrin um, at eg var so framlig? Varð hann ikki illur inn á meg?? Kristina: ?Táið hann hoyrdi, hvussu hart tú bankaði, smíltist hann so undurfult mildur; eg haldi, at honum dámdi væl tað, ið tú gjørdi; annað sást ikki á honum. Men tað undrist eg á í hjartanum, at hann hevur ein slíkan hund; hevði eg vitað tað frammanundan, so hevði eg ikki havt dirvi at vágað mær til slíkt. Men nú vit eru inn komin, nú eru vit inni, og eg gleðist av øllum hjarta mínum.? Miskunn: ?Um tú vilt, skal eg spyrja hann, táið hann kemur omanaftur, hví hann hevur eitt slíkt óarga kríatúr í garði sínum; eg vóni, hann tekur mær tað ikki illa upp.? ?Ger so!? søgdu dreingirnir; ?og yvirtala hann at kasta hann oman! Tí vit ræðast fyri, at hann bítur okkum, táið vit fara avstað hiðani.? Endin varð, at hann kom oman aftur til teirra, og Miskunn fall á andlit sítt fyri honum, tilbað hann og segði: ?Harri mín taki við lovofrinum, ið varrar mínar nú bera honum í staðin fyri offur av kálvum!? Tá segði hann við hana: ?Friður veri við tær! Reis teg upp!? Men hon varð liggjandi á andliti sínum og segði: ?Harri, táið eg træti við teg, hevur tú altíð rætt! Kortini má eg tosa við teg um tað, sum rætt er (Jer. ). Hví hevur tú ein so øgiligan hund í garði tínum, sum ger, at kvinnur og børn sum vit hava bestan hug at flýggja í ræðslu frá portrinum, táið vit síggja hann?? Hann svaraði: ?Ein annar eigur henda hundin, og hann verður eisini hildin væl innistongdur á annars mans ogn; pílagrímarnir hoyra bert, hvussu hann goyr. Hann hoyrir heima á hasi borgini, sum tú sært har yviri, men fær komið líka at múrunum her. Hann hevur stygt mangan sannhjartaðan pílagrím frá tí verra til tað betra við sínum ræðuliga goyggi. Men sanniliga er tað ikki av góðvild fyri mær og mínum, at eigarmaðurin hevur henda hund; nei, tað er fyri at forða pílagrímum at koma til mín og ræða teir, so teir skulu ikki tora at koma og banka á portrið. Við hvørt hevur hann eisini brotið út og hagreitt illa onkun, ið eg elskaði; men nú beri eg alt í tolni. Eg veiti eisini pílagrímum mínum hjálp í rættari tíð; teir verða ikki givnir upp í vald hansara, so hann fær gjørt við teir, sum hann eftir hundanatúru síni annars hevði gjørt. Men hvat, dýrtkeypta mín! Tað veit eg, at hevði tú vitað so mikið frammanundan, so lætst tú ikki ein hund ræða teg. Biddarar, sum ganga hús úr húsi, fara fyrr inn, um har so eru hundar, ið bæði ýla, goyggja og bíta, enn teir vilja verða av við olmussuna, ið teir vænta sær. Og skal so ein hundur í garðinum hjá einum øðrum manni ein hundur, hvørs goyggj eg vendi í gott fyri pílagrímar mínar, forða nøkrum at koma til mín! Eg bjargi teimum úr leyvugapinum og mínum elskaðu úr hundavaldi? (Sálm. ). Tá segði Miskunn: ?Eg gangi við, hvussu lítið eg veit; eg tosi um tað, sum eg ikki skilji (Job ); eg sanni, at tú gert alt væl.? Kristina fór nú at tosa um ferð teirra og spyrja um vegin. Hann gav teimum tá at eta og vaskaði teimum um føturnar og leiddi tey á vegin í fótasporum sínum, soleiðis sum hann hevði gjørt við mann Kristinu. So sá eg í dreyminum, at tey hildu ferð sína fram og høvdu gott veður at ferðast í. Tá fór Kristina at syngja henda song: ?Á, sæla stund, tá eg á ferð sum pílagrímur gekk! Væl gangist honum altíð, sum tað stig meg gera fekk! Eg tonkti ei um ævigt lív og ei um slíka ferð; nú skundi eg mær; frægari tó seint enn aldri er. Nú gleði er, har fyrr var sorg, og trúgv, har ótti var; og sælan enda longu nú slík byrjan vissar mær.? Hinumegin múrin, sum vegurin, ið Kristina og tey, sum vóru í fylgi við henni, skuldu ganga, gekk fram við, var ein urtagarður, og henda urtagarð átti hann, sum átti hundin, ið goyð hevði, og sum talað er um frammanundan. Greinar á summum av frukttrøunum, sum vuksu í garðinum, vuksu út um múrin, og við tað at fruktirnar vóru stadnar, plagdi fólk, sum gekk framvið, at henta av teimum og eta og fáa mein av hesum. Dreingjunum hjá Kristinu líkaði bæði trøini og fruktirnar væl, og sum dreingir mangan eru vanir, hentaðu teir fruktir og fóru at eta. Mamma teirra hevði at teimum fyri hetta, men teir aktaðu hana ikki. ?Synir mínir!? segði hon; ?tit synda; tí vit eiga ikki hasar fruktir.? Men at tað var fíggindi teirra, ið átti tær, tað visti hon ikki; eg kann siga tykkum fyri vist, at hevði hon vitað tað, so hevði hon verið um at doyð av ræðslu. Men so gekk nú hetta, og tey hildu fram leið sína. Táið tey nú vóru komin ikki meir enn eini tvey bogaskotmál frá portrinum, raktu tey við tveir menn, ógvuliga óhugnaligar á at líta, sum komu rennandi ímóti teimum. Kristina og Miskunn, vinkona hennara, fjaldu seg tá við slørum sínum og hildu á at ganga. Dreingirnir gingu frammanundan. So møttust tey tá, og hesir báðir, sum ímóti teimum komu, fóru tætt yvir til kvinnurnar, sum teir ætlaðu at fevna teimum. Men Kristina segði: ?Haldið tykkum burtur, gangið leið tykkara og bindið frið, sum seg sømir!? Men hesir báðir tyktust einki at hoyra; teir løgdu einki í tað, hon segði, men fóru at leggja hond á tær. Av hesum kom ógvuliga ilt í Kristinu, og hon sparkaði teir. Eisini Miskunn gjørdi alt tað, ið hon var ment, fyri at sleppa frá teimum. Kristina segði uppaftur við teir: ?Haldið tykkum burtur og farið leið tykkara! Vit hava ongar pengar at missa; vit eru jú pílagrímar, sum tit síggja, og tað slík, sum liva av kærleiksgávum frá vinum okkara.? Tá segði annar maðurin: ?Vit herja ikki á tykkum eftir pengum; vit eru komnir at siga tykkum, at um tit vilja eftirlíka okkum nakað lítið, sum vit ætla at biðja tykkum um, so skulu vit allar dagar virða tykkum nógv.? Nú grunaði Kristina, hvat teir mundu meina við, og hon svaraði uppaftur: ?Vit vilja ikki hoyra, vit leggja ikki í, og vit vilja ikki gera tað, ið tit ætla at biðja um. Vit hava skund og kunnu ikki steðga; lívið stendur í váða hjá okkum.? So royndu hon og tey, sum fylgdust við henni, einaferð enn at sleppa frá teimum; men teir forðaðu teimum og søgdu: ?Vit ætla ikki at drepa tykkum; tað er nakað annað, ið vit vilja.? ?Ja,? segði Kristina, ?tit vilja hava bæði likam og sálir okkara; eg veit, at til tað eru tit komnir. Men vit vilja fyrr doyggja her á staðnum enn lata okkum fanga í slíkum snerrum, sum seta okkara æviga væl í váða.? Og nú fóru tær báðar at rópa: ?Morð, morð!? og skutu seg soleiðis inn undir lógirnar, ið eru givnar kvinnum til verju ( Mós. ). Menninir hildu kortini fram at nálgast upp á tær og ætlaðu at fáa vilja sín við makt; tær róptu tí aftur um hjálp. Við tað at tær, sum eg segði, ikki vóru langt frá portrinum, sum tær vóru komnar um, so hoyrdust neyðarróp teirra hagar; nakrir komu tí út, og táið teir kendu Kristinu á málinum, skundaðu teir sær henni til hjálpar. Men táið teir komu so nær, at teir sóu tær, vóru kvinnurnar í bardøgum við hesar báðar menn, og dreingirnir stóðu rundanum og grótu. Hann, ið kom at fría tær út, rópti nú á ránsmenninar: ?Hví bera tit tykkum so at! Ætla tit at fáa fólk Harra míns at synda!? ( Sám. ). Hann royndi eisini at taka teir á hondum; men teir sluppu burtur við at leypa um múrin inn í urtagarð hansara, sum hin stóra hundin átti; hundurin gjørdist soleiðis verja teirra. So kom Hjálparin yvir til kvinnurnar og spurdi, hvussu við visti, og tær svaraðu: ?Vit takka Kongi tínum; okkum veit væl við; vit gjørdust bert nakað ræddar. Og vit takka tær við; tí hevði tú ikki komið okkum til hjálpar, so høvdu teir fingið vald á okkum.? Táið tey nú høvdu tosað eitt sindur, segði Hjálparin: ?Tað undraði meg, táið blíðskapur varð tykkum vístur har við portrið, at tit, sum vistu, at tit vóru einki uttan veikar kvinnur, bóðu ikki Harran um fylgismann; so kundu tit verið spardar fyri henda trupulleika og vanda. Hann hevði latið tykkum fingið fylgismann.? ?Tí verri,? segði Kristina, ?við tað at har var okkum so gott at vera, gloymdu vit vandarnar, ið fóru at koma. Men hvør skuldi annars hugsað, at slík vittuggi gingu og lúrdu so nær kongsborgini! Ja, sanniliga hevði tað verið okkum betri, at vit bóðu Harran um fylgismann; men eg undrist á, at Harrin, sum visti, at okkum tørvaði ein slíkan, sendi ikki ein við okkum.? Hjálparin: ?Ikki er altíð vert at geva tað, sum ikki verður biðið um; mangan verða slíkar gávur lítið virdar. Men táið hann, ið gávuna fær, hevur kent, at honum tørvar hana, tá kemur hon í eygum hansara at fáa tað virði, ið hon eigur at verða sett í, og av teirri grund verður hon rætt brúkt. Hevði Harri mín latið tykkum fingið fylgismann, so høvdu tit ikki syrgt so um gáloysni tykkara, at tit bóðu ikki um tað, sum tit nú hava grund at gera. Soleiðis virkar alt til tað góða og kann gera tykkum meiri varnar.? Kristina: ?Skulu vit fara aftur til Harra mín og ganga við dárskap okkara og biðja hann um fylgismann?? Hjálparin: ?Eg skal lata hann vita, at tit ganga við dárskap tykkara. Men at venda aftur nýtist tykkum ikki; tí ongastaðni har sum tit koma, verður nakað at fattast tykkum. Í øllum gistihúsum Harra míns, sum hann hevur gjørt til at taka ímóti pílagrímum sínum, er ríkligt av øllum, sum neyðugt er at tryggja teir móti einum og hvørjum álopi. Men, sum eg segði, hann vil, at teir skulu biðja hann um hetta, áðrenn hann ger tað fyri teir (Ezek. ). Og tað hevur lítið at týða, sum ikki er so frægt vert sum at biðja um tað.? Táið hann hetta hevði sagt, fór hann heimaftur, og pílagrímarnir hildu fram leið sína. Tá segði Miskunn: ?Hetta var so satt eitt vónbrot! Eg hugsaði, at nú vóru vit úr øllum vanda, og at vit ongar sorgir fingu aftur.? ?Tú ert so rein fyri alt ilt, systir mín,? svaraði Kristina henni, ?tí er ikki stórt at siga við teg, um tú tosar so; men mær viðvíkjandi, so eri eg so mikið meiri at lasta, sum eg sá henda vandan, áðrenn eg fór heiman, og tryggjaði okkum kortini ikki hjálp, har sum hon var at fáa. Eg gjørdi ógvuliga skeivt.? Miskunn: ?Hvussu visti tú hetta, áðrenn tú fórt heiman? Ger so væl og loys mær hesa gátu!? Kristina: ?Ja, tað skal eg siga tær. Áðrenn eg fór, droymdi eg eina náttina um hetta; tí mær tykti, at eg sá tveir menn, so líkar hesum, sum teir kundu vera, standa við fótalagið á song míni og leggja upp ráð, hvussu teir kundu forða, at eg varð frelst. Eg skal enntá siga tær orð teirra. Tað var, meðan eg var í sálarneyð. Teir søgdu: ?Hvat skulu vit gera við hesa kvinnu? Vakjandi og sovandi rópar hon um fyrigeving. Sleppur hon at halda á, sum hon hevur byrjað, so missa vit hana, sum vit mistu mann hennara.? Tú sært, at hetta átti at fingið meg at ansað mær og tryggjað mær hjálp, táið hon var at fáa.? ?Ja,? segði Miskunn, ?vit hava av gáloysni okkara fingið at síggja, hvussu brekaðar vit eru; men Harri okkara hevur av hesum fingið høvi at vísa, hvussu rík náði hansara er; tí sum vit síggja, hevur hann, eina tí hann sjálvur er so góður, fylgt okkum við góðsku, sum vit ikki høvdu biðið um, og bjargað okkum úr hondum teirra, sum vóru sterkari enn vit.? Táið tær nú høvdu tosað saman eina løtu aftrat, nærkaðust tær einum húsi, sum stóð við vegin, og sum var bygt pílagrímum til hjálpar sum greiniligari er sagt frá í fyrra parti av søguni um pílagrímsferðina. Tær gingu tá at húsinum húsi Útleggjarans og táið tær komu at durunum, hoyrdu tær fólk tosa hart inni. Tær lurtaðu og hildu seg hoyra navn Kristinu verða nevnt; tí tit kunnu ætla, at tíðindini gingu undan henni, at hon var farin á pílagrímsferð við synum sínum. Og hetta var hildið at vera so mikið gleðiligari, sum tað frættist, at hon var kona Kristin, hin kvinnan, sum nakað frammanundan ikki hevði viljað hoyrt um at fara á pílagrímsferð. Tær stóðu nú stillar har og hoyrdu hesi góðu fólk, sum inni vóru, rósa henni, sum tey lítið grunaðu, stóð fyri durunum. At endanum bankaði Kristina uppá, sum hon frammanundan hevði bankað upp á portrið. Og táið hon hevði bankað, kom ein ung genta, sum æt Sakleys, at durunum og læt upp. Henda genta segði við tær: ?Hvønn vilja tit hitta her?? Kristina svaraði: ?Vit skilja, at hetta húsið er serliga fyri tey, sum eru vorðin pílagrímar, og vit, sum standa her fyri durunum, eru tað. Tí biðja vit nú um at fáa lut í tí, sum vit eru komin at søkja; tí dagurin hallar, sum tú sært, og vit vildu treyðugt farið longri í nátt.? Sakleys: ?Fái eg loyvi at spyrja, hvat tit eita, so eg fái sagt harra mínum tað, táið eg komi inn aftur?? Kristina: ?Eg eiti Kristina; eg var gift við hinum pílagríminum, sum nøkur ár herfyri ferðaðist henda vegin, og hesir fýra dreingirnir eru synir mínir. Og henda gentan er í fylgi við mær; eisini hon er á pílagrímsferð.? Tá skundaði Sakleys sær inn og segði við húsfólkini: ?Gitið, hvør ið stendur fyri durunum! Har standa Kristina og synir hennara og ein genta, sum er í fylgi við henni; tey vilja øll hava herbergi her.? Tá lupu tey av gleði og fóru og søgdu harra sínum tað. Hann kom nú út í dyrnar og segði, táið hann sá hana: ?Ert tú tann Kristina, sum hin góði maðurin Kristin læt eftir seg, táið hann sjálvur gav seg til pílagrím?? Kristina: ?Ja, eg eri tann kvinnan, sum var so harðhjartað, at eg vanvirdi mann mín fyri tað, at hann var í neyð, og læt hann gera ferðina einsamallan; og hetta eru teir fýra synir hansara. Men nú eri eg komin við; tí eg eri komin at síggja, at eingin leið er bein uttan henda.? Útleggjarin: ?So er gingið út tað, ið skrivað er um mannin, sum segði við son sín: ?Far og arbeið í dag í víngarði mínum!? Men hann svaraði: ?Nei, eg vil ikki!? Men eftirsíðani angraði hann tað og fór? (Matt. ). Tá segði Kristina: ?So verði! Amen. Gud uppfylli á mær hetta orð og gevi, at eg í endanum verði funnin av honum í friði, ódálkað og lýtaleys!? Útleggjarin: ?Men hví stendur tú fyri durunum! Kom inn, tú dóttir Ábrahams! Vit tosaðu júst nú um teg, tí vit hava frætt um teg, at tú ert vorðin pílagrímur. Komið, børn, komið inn! Og tú, genta, kom!? Hann fekk tey tá øll innum. Táið tey vóru komin inn í húsið, vóru tey biðin at seta seg niður og hvíla seg, og táið tey vóru setst, komu tey í húsinum, sum gingu pílagrímum til handa, inn, hagar sum tey sótu, at síggja tey. Tey smíltust til teirra øll somul, so glað vóru tey um, at Kristina var vorðin pílagrímur. Eisini upp á dreingirnar hugdu tey og kíndu teimum við hondini sum tekin uppá, at teir vóru vælkomnir. Somuleiðis vístu tey Miskunn blíðskap, og tey bóðu tey øll vera vælkomin í húsi harra teirra. Táið ein løta var gingin, fór Útleggjarin við tað at nátturðin var ikki liðugur enn við teimum inn í týdningarmiklu salir sínar og vísti teimum tað, sum Kristin, maður Kristinu, einaferð hevði sæð. Har sóu tær mannin í búrinum, mannin, sum dreymin hevði havt, mannin, sum høgdi sær veg gjøgnum fíggindaliðið, og myndina av honum, sum var størstur av teimum øllum, og alt hitt, sum hevði verið Kristini so gagnligt at síggja. Táið hetta var gjørt, og Kristina og tey, sum vóru í fylgi við henni, høvdu hugsað nakað um hetta og tikið lærdóm av tí, tók Útleggjarin tey við sær aftur og fór fyrst við teimum inn í eina stovu, har ein maður var, sum ongan veg fekk hugt uttan niðureftir. Í hondini hevði hann eina rívu at raka saman skarn við. Uppi yvir høvdi hansara stóð ein við eini himmalskari krúnu í hondini, sum hann beyð manninum at skifta um við skarnrívuna; men maðurin hugdi ikki upp og lurtaði ikki eftir honum, men rakaði til sín strá, træsprek og ruskið á gólvinum. Tá segði Kristina: ?Eg eri vís í, at eg skilji nakað av tí, sum hetta meinist við; hetta er myndin av einum manni í hesum heimi er ikki so, góði harri?? Útleggjarin: ?Rætt sigur tú. Skarnrívan vísir holdliga sinni hansara. Og táið tú sært, at hann rakar fyrr saman strá og træsprek og ruskið á gólvinum enn ger, sum hin sigur, ið kallar á hann omanífrá við tí himmalsku krúnuni í hondini, so skal hetta siga tær, at Himmalin er summum bert eitt ævintýr; tey rokna bert tað fyri veruleika, sum er her á jørðini. Og táið tær varð víst, at maðurin fekk ongan veg hugt uttan niðureftir, so var tað, fyri at tú skalt vita, at táið tað jørðiska hevur vald á sinninum í einum manni, so hevur tað hjarta hansara heilt av leið frá Gudi.? Kristina: ?Á, bjarga mær frá skarnrívuni!? Útleggjarin: ?Hin bønin: ?Gev mær ikki ríkdóm!? (Orðt. ) er so gloymd, at hon er so at siga rustað; neyvan eitt av tíggju túsund biðja hana. Strá, træsprek og rusk, tað eru teir stóru lutirnir, ið nú verður hugt eftir.? Tá grótu Miskunn og Kristina og søgdu: ?Hatta er, tí verri, alt ov satt!? Táið Útleggjarin hevði víst teimum hetta, fór hann við teimum inn í bestu stovu í húsinum. Tað var ein rættilig stásstova. Har bað hann tær hyggja rundan um seg og vita, um ikki okkurt var, sum tær kundu fáa gagn av. Tær hugdu og hugdu, men har var einki at síggja uttan ein ógvuliga stórur eiturkoppur á bróstinum, og hann raktu tær ikki við. Miskunn segði nú: ?Eg síggi einki, harri!? Men Kristina tagdi. Men Útleggjarin segði: ?Hygg aftur!? Hon hugdi tá aftur og segði so: ?Her er einki uttan ein ljótur eiturkoppur, sum hongur har á bróstinum.? ?Er tá ikki meir enn ein eiturkoppur í allari hesi stóru stovu?? spurdi hann. Tá fekk Kristina tár í eyguni, tí hon var ein kvinna, sum fataði skjótt. ?Jú, harri,? segði hon, ?her er meir enn ein, og tað eiturkoppar við deyðiligari eitri enn hasin.? Tað sást á Útleggjaranum, at honum dámdi væl svar hennara, og hann segði: ?Satt hevur tú sagt!? Hetta fekk Miskunn at rodna og dreingirnar at fjala andlit síni; tí nú byrjaðu tey øll at skilja gátuna. Tá segði Útleggjarin uppaftur: ?Eiturkoppurin heldur sær fast við hondum sínum og er í kongsborgunum (Orðt. ensk ums.), síggja tit. Og hetta er skrivað fyri at vísa tykkum, at hvussu full tit eru av syndaeitri, so kunnu tit tó við trúarhondum tykkara fáa atgongd inn í bestu stovu hins himmalska Kongs og búgva har.? ?Eg hugsaði nakað so við,? segði Kristina; ?men hugsan mín var ikki so greið. Eg hugsaði, at vit líktust eiturkoppunum og sóu út sum ljótir skapningar, hvussu vøkrum stovum vit so vóru í; men eg hugsaði ikki tað, at hesin eiturkoppurin, hetta fúla og skaðiliga dýrið, kundi læra okkum at ganga trúarleiðir. Eiturkoppurin hongur í beinum sínum, og sum eg síggi, býr hann kortini í bestu stovu í húsinum. Gud hevur einki skapt til einkis.? Nú tyktust tey øll at vera væl hýrd; tó høvdu tey tár í eygunum, og tey hugdu hvørt upp á annað og boygdu seg fyri Útleggjaranum. So fór hann inn í eina aðra stovu við teimum. Har gekk ein høna við ungum, og hann bað tey hyggja at teimum eina løtu. Ein ungin fór nú at drekka úr vatnílatinum, og hvørja ferð hann svølgdi, lyfti hann høvdinum uppeftir við eygunum móti himli. ?Hyggið tað, ið hesin lítli høsnarungin ger,? segði Útleggjarin, ?og lærið av honum at sanna, hvaðani allar signingar tykkara koma, so tit hyggja uppeftir, táið tit fáa tær! Men hyggið uppaftur og leggið til merkis!? segði hann, og tey góvu gætur og sóu, at hønan umgekst ungarnar á fýrfaldan hátt. Fyri tað fyrsta hevði hon sítt vanliga mál at kalla við, sum hon nýtti allan dagin. Fyri tað annað kallaði hon við einum serligum máli, sum hon nýtti bert við hvørt. Fyri tað triðja hevði hon uppaftur eitt annað mál, táið hon vildi bøla. Fyri tað fjórða hevði hon eina varningarrødd (Matt. ). ?Nú,? segði Útleggjarin, ?líknið saman hesa hønu og Kong tykkara, og líknið saman hesar høsnarungar og tey, sum lýða hann! Júst sum hon, so umgongst eisini hann síni egnu á ymiskan hátt. Eisini hann hevur ein vanligan máta at tala við síni uppá; men hann talar á ein serligan hátt, táið hann hevur okkurt at geva teimum; hann hevur uppaftur eina aðra rødd, táið hann vil savna tey undir veingir sínar, og hann hevur eina varningarrødd fyri at fáa tey at ansa sær, táið hann sær fíggindan koma. Og, góðu tit, eg vildi leiða tykkum inn í hesa stovuna, her sum slíkt er at síggja, við tað at tit eru kvinnur, og hetta er lætt hjá tykkum at skilja.? ?Á harri,? segði Kristina, ?lat okkum endiliga fáa meir at síggja!? Hann fór tá við teimum inn í húsið, har sum flett varð, og maðurin, sum fletti, drap júst ein seyð; tey sóu, hvussu stillur ið seyðurin var, og hvussu tolin hann doyði. Tá segði Útleggjarin: ?Tit mugu av hesum seyði læra at líða og tola órætt uttan at knarra og gremja tykkum. Hyggið, hvussu stillur hann tekur við deyðanum og heldur ikki ímóti! Og Kongur tykkara kallar tykkum seyð sín.? Síðani tók hann tey við sær inn í urtagarð sín; har vóru ógvuliga mong ymisk sløg av blómum. Hann segði: ?Síggja tit allar hesar blómur?? Og Kristina svaraði: ?Ja.? Hann segði uppaftur: ?Tit síggja, at blómurnar eru ikki allar líka stórar; tær eru av ymiskum sløgum og litum, anga ikki allar líka og eru ikki allar til líka nógva nyttu; tí summar eru betri enn summar. Eisini vaksa tær, har sum urtagarðsmaðurin hevur plantað tær, og klandrast ikki hvør við aðra.? So fóru tey við honum út á mark hansara, har hann hevði sáað hveiti og onnur sløg av korni; men táið tey sóu, at øksini vóru skorin av, og bert stráini stóðu eftir, segði hann: ?Henda mark var taðað, pløgd og sádd; men hvat skulu vit gera við hesa grøði?? Kristina svaraði: ?Brenna nakað og nýta rest til taðfall.? Tá segði hann uppaftur: ?Ja, hygga, ávøkst er tað, ið tit vilja síggja, og við tað at hann er ikki, so døma tit tað at verða brent og traðkað niður av fólki! Ansið tykkum, at tit fordøma ikki tykkum sjálv við hesum!? Táið tey nú komu heimaftur av markini, raktu tey við ein smáfugl, sum hevði ein stóran eiturkopp í nevinum. Útleggjarin segði: ?Hyggið her!? Tey hugdu at, og Miskunn undraðist; men Kristina segði: ?Sum kortini hasin lítli, vakri fuglurin við tí reyðu bringuni spillir seg sjálvan! Hann er fittari enn mangir aðrir fuglar og vil so fegin vera, har sum fólk er. Eg hugsaði, at hann var so meinaleysur og livdi bert av breyðmolum og slíkum. Mær dámar hann ikki so væl nú sum áður.? Útleggjarin svaraði: ?Hesin smáfuglur er ein góð mynd av mongum, sum kalla seg kristin. Tey eru útvortis lík honum: Geva vakurt ljóð frá sær, eru vøkur á liti og í útsjónd; tey tykjast eisini stórliga at elska tey, sum av sonnum eru kristin, og fram um øll at vilja vera í samfelagi við tey og halda seg til teirra, sum tey høvdu kunnað livað av avlopinum hjá teimum góðu. Tey látast eisini, sum hetta er grundin til, at tey so tíðum vitja staðið, har sum tey, ið óttast Gud, koma saman, og at tey eru íðin at halda fyriskipanir Harrans; men táið tey eru fyri seg sjálv, kunnu tey, eins og hasin smáfuglurin tekur eiturkoppar og gloypir teimum, liva á ein annan hátt, drekka órættvísi og metta seg av synd sum av vatni.? Táið tey nú vóru komin inn aftur í húsið, og nátturðin ikki var liðugur enn, bað Kristina uppaftur Útleggjaran vísa teimum okkurt ella siga teimum frá onkrum, sum kundi vera teimum til gagns. Útleggjarin tók tá til orða og segði: ?Tess feitari ið súgvin er, tess betur dámar henni at rutast í evjuni; tess feitari ið oksin er, tess lættari er at reka hann inn í húsið, har hann skal verða dripin; og tess raskari ein maður er og fullur av lívslysti, tess sterkeri lyndi hevur hann at synda. Kvinnuni dámar væl at ganga pyntað; men dámligt er at vera prýdd við tí, sum í Guds eygum hevur nógv virði. Minni er fyri at vakja eina nátt ella báðar tvær enn at sita uppi eitt heilt ár; soleiðis er eisini minni fyri at byrja væl at kennast við Harran enn at halda á líka til endan, sum ein eigur. Ein og hvør skipari, sum er neyðstaddur av stormi, er til reiðar at blaka tað fyri borð, sum minst virði hevur á skipinum; men hvør fer at kasta tað besta út fyrst! Eingin uttan hann, ið óttast Gud. Ein leki er nóg mikið at søkkja skipið, og ein synd er nóg mikið at forkoma syndaranum. Tann, sum gloymir vin sín, er honum ótakksamur; men tann, sum gloymir Frelsara sín, er miskunnarleysur við seg sjálvan. Tann, sum livir í synd og væntar sær sælu í hinum komandi heimi, er líkur honum, ið sáar illgras og væntar sær at fylla løðu sína við hveiti og byggi. Vil ein maður liva lív sítt rætt, so skal hann hava sín síðsta dag í huga og umgangast hann sum ein vinmann. Slatur og umskiftiligt sinni prógva, at synd er her í heiminum. Er hesin heimur, sum í Guds eygum hevur so lítið at týða, monnum so nógv verdur, hvat er so ikki Himmalin, sum Gud prísar! Er so nógv fyri at missa hetta lívið, sum so nógv sorg fylgir við, hvat er so ikki lívið har uppi! Ein og hvør er til reiðar at rópa um, hvussu góð ið menniskjuni eru, men hvør kennir, sum hann átti at kent, hvussu góður ið Gud er! Sjáldan eta vit upp alt, sum á borðinum er, og soleiðis er í Jesusi Kristi meir virði og rættvísi, enn øllum heiminum tørvar.? Táið Útleggjarin hevði sagt hetta, tók hann tey inn aftur í urtagarðin við sær og vísti teimum eitt træ, sum alt var rotið og spilt innan og tó vaks og hevði bløð. Tá segði Miskunn: ?Hvat merkir hetta?? ?Hetta træið,? svaraði hann, ?sum er so vakurt uttan, men rotið innan, líkist mongum, sum eru í Guds urtagarði, og sum við munninum tosa vakurt um Gud og tó einki vilja gera fyri hann; tey hava fagurt leyv, men hjarta teirra dugir til einki uttan tundur fyri Djevulin at kveikja eld við.? Nú var nátturðin liðugur; borðreitt varð, og rættirnir vórðu bornir inn. Tey settu seg tá at eta, eftir at fyrst ein hevði takkað. Vanliga gleddi Útleggjarin tey, sum gistu hjá honum, við tónleiki, meðan tey ótu, og so var hetta kvøldið við; sangararnir spældu. Eisini var ein, sum sang; hann hevði ógvuliga vakurt mál. Orðini í songinum vóru hesi: ?Tann, sum meg føðir, Harrin er, og alt hann veitir mær; tí kann mær einki fattast her, trongd mína hann jú sær.? Táið givið var uppat at syngja og spæla, spurdi Útleggjarin Kristinu, hvat tað var, sum av fyrstum fekk hana soleiðis at geva seg til pílagrím. Kristina svaraði: ?Fyrst var tað tað, at hjarta mítt tyngdist so av sorg, tí eg hevði mist mannin; men hetta var nú bert natúrlig kensla. Harnæst kom eg at hugsa um tað, ið maður mín hevði gingið ígjøgnum, og um pílagrímsferð hansara, eisini hvussu óargaliga eg hevði borið meg at við hann tá. Tá fór eg at kenna meg so seka, at eg hevði tikið meg sjálva av døgum, hevði eg ikki í rættari tíð havt ein dreym um, hvussu gott ið maður mín hevði tað, og hevði eg ikki fingið bræv frá Konginum, har sum hann nú býr, um at koma til hansara. Dreymurin og brævið virkaðu so inn á meg bæði, at tey noyddu meg at taka hesa leiðina.? Útleggjarin: ?Men fekst tú onga mótstøðu, áðrenn tú fórt avstað?? Kristina: ?Jú; ein grannkona mín, Rædda, ein skyldkona hansara, sum royndi at fáa mann mín at venda við av ótta fyri leyvunum, hon kallaði meg dára fyri vitleysa váðaverk mítt, sum hon rópti tað. Hon royndi eisini, alt hon kundi, at taka mótið frá mær, so eg settist aftur, minti meg um neyðina og trupulleikarnar, ið komin vóru yvir mann mín á ferðini. Hetta virkaði tó ikki so nógv inn á meg; meiri píndi meg ein dreymur, ið eg hevði. Eg droymdi tveir óndar menn, sum mær tykti, løgdu saman ráð um at fáa meg av leið á ferð míni; ja, hesin dreymur melur fyri mær enn og fær meg at ræðast ein og hvønn, ið eg møti, við tað at tað er mær, sum tey vilja gera mær ilt og fáa meg av leiðini. Eg kann eisini siga harra mínum hóast eg hevði ikki sagt einum og hvørjum tað at millum hetta staðið og portrið, sum vit komu um inn á vegin, vórðu vit báðar so illa yvirfalnar, at vit noyddust at rópa morð; og teir báðir, sum yvirfullu okkum, líktust teimum, ið eg sá í dreyminum.? Tá segði Útleggjarin: ?Byrjan tín er góð, og endin skal verða enn betri.? So vendi hann sær til Miskunn og segði við hana: ?Og hvat fekk teg at koma higar, góða?? Miskunn rodnaði og fórst við og fekk eina løtu einki sagt. Men hann segði: ?Óttast ikki, trúgv bert, og lat upp hjarta títt!? Hon byrjaði tá og segði: ?Sanniliga, harri, eg eri so óroynd, og tað er grundin fyri, at eg helst vil tiga; tað fær meg eisini at óttast fyri, at eg ikki skal halda á líka til endan. Eg havi ongar sjónir og dreymar at siga frá soleiðis sum Kristina; heldur ikki veit eg, hvat tað er at bera sorg um, at ein hevur vrakað ráðini frá góðum fólkum, sum stóðu einum nær.? Útleggjarin: ?Hvat var tað tá, góða barnið, sum fekk teg at gera tað, ið tú gjørdi?? Miskunn: ?Jú, táið vinkona okkara her gjørdi seg til at fara úr býi okkara, bar so á, at eg og ein onnur komu at vitja hana. Vit bankaðu uppá og fóru inn. Táið vit sóu, hvat hon gjørdi, spurdu vit, hvat hon ætlaði. Hon svaraði, at boð vóru henni send at koma hagar, sum maður hennara var, og hon segði okkum frá, at hon hevði sæð hann í dreymi, hvussu hann búði á einum sjáldsomum staði millum ódeyðilig, hevði krúnu á høvdinum, spældi á hørpu, át og drakk við borð Kongsins, sang honum prís fyri, at hann leiddi hann hagar, og mangt tílíkt. Táið hon segði mær frá hesum, tykti mær, at hjartað brendi í mær, og eg segði við mær sjálvari: ?Er hetta satt, so skal eg fara frá faðir og móður og føðilandi og halda avstað við Kristinu, soframt sum eg sleppi.? So spurdi eg hana meir um sannleikan í øllum hesum, og um hon vildi lova mær við sær; tí eg skilti, at har í staði okkara var ongastaðni búgvandi longur, uttan ein stóð í váða fyri at ganga til grundar. Kortini var eg tung um hjartað, táið eg fór, ikki tí, at eg hevði ikki hug at fara, men tí at so mong av mínum vóru eftir. Eg eri tí komin av hjartans heilu tráan og skal, soframt sum eg sleppi, fara við Kristinu til mann hennara og Kong hansara.? Útleggjarin: ?Beint var tað, ið tú setti tær fyri; við tí hevur tú víst trúgv tína á sannleikan. Tú ert ein Rutt, sum av kærleikanum, ið hon bar til No'omi og til Harra og Gud hennara, fór frá faðir og móður og føðilandi at vera millum eitt fólk, sum hon kendi ikki frammanundan. Harrin løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá Harranum Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!? (Rutt ). Nú vóru tey liðug at eta nátturða, og náttarlega varð reidd teimum. Kvinnurnar lógu hvør í sínum kamari, og dreingirnir í einum kamari fyri seg. Táið Miskunn var komin til hvíldar, fekk hon ikki sovið fyri gleði; tí nú óttaðist hon minni enn nakrantíð áður fyri, at hon skuldi misfarast, áðrenn málið var nátt. Hon lá tí og lovaði og prísaði Gudi, sum hevði víst henni slíka náði. Morgunin eftir fóru tey upp, fyrsta sum sólin kom undan, og búðu seg til at fara avstað. Men Útleggjarin vildi hava tey at drála eitt sindur; ?tí,? segði hann, ?tit mugu fara hiðani, soleiðis sum farið eigur at verða.? So segði hann við gentuna, sum hevði latið teimum upp, táið tey komu: ?Tak tey við tær oman í urtagarðin, í baðstovuna, og vaska teimum har og ger tey rein frá dustinum, ið hevur lagt seg á tey, sum tey hava ferðast!? Sakleys, gentan, fylgdi teimum tá oman í urtagarðin, í baðstovuna, og segði við tær, at her máttu tær vaska sær, so tær gjørdust reinar; tí so vildi harri hennara hava kvinnurnar at gera, sum vitjaðu hann, meðan tær vóru á pílagrímsferð. So fóru tær inn og vaskaðu sær, og somuleiðis dreingirnir, og táið tey komu úr aftur baðnum, vóru tey ikki bert nosslig og rein, men eisini stórliga lívgað og styrkt í hvørjum liði. Táið tey komu niðan aftur, vóru tey tí ikki lítið fríðari á at líta, enn áðrenn tey fóru at vaska sær. Útleggjarin hugdi upp á tey, táið tey komu innaftur úr urtagarðinum, og segði við tey: ?Føgur sum mánin!? (Hás. ). So bað hann fáa sær innsiglið, sum hann plagdi at seta eitt merki við á tey, sum vóru vaskað í hesi baðstovu, og táið komið var við innsiglinum, setti hann merki sítt á tey, so at tey kundu kennast á hvørjum plássi, hagar tey komu. Hetta innsigli var innihaldið og úrslitið av páskalambinum, ið ísraelsmenn ótu, táið teir fóru út av Egyptalandi ( Mós. ), og merkið varð sett millum eygu teirra. Tað gjørdi tey nógv vakrari; tí tað var andlitum teirra eitt prýði. Eisini gav tað teimum eina álvarsamari útsjónd og gjørdi andlit teirra líkari einglaandlitum. Síðani segði Útleggjarin uppaftur við gentuna, sum gekk kvinnunum til handa: ?Far inn í klædnakamarið og fá teimum klæði!? Hon fór tá og bar út hvítar búnar, sum hon legði framman fyri hann, og hann bað tær lata seg í teir; búnarnir vóru av fínum línklæði, reinum og skínandi (Op. ). Táið kvinnurnar nú vóru soleiðis skrýddar, smæddust tær eins og hvør aðra; tí hvørgin dugdi at síggja í sær sjálvari ta dýrd, sum hon sá í hinari. Tær vóru farnar at rokna hvør aðra hægri enn seg sjálva (Fil. ). ?Tú ert vakrari enn eg!? segði onnur. ?Nei, eg síggi ikki nær so væl út sum tú!? svaraði hin. Eisini dreingirnir stóðu heilt ovfarnir av útsjóndini, ið tey høvdu fingið. Nú rópti Útleggjarin ein tænara sín Djarvur æt hann og bað hann taka svørð, hjálm og skjøld og segði við hann: ?Tak hesar døtur mínar við tær og fylg teimum til tað húsið, sum eitur Vakurleiki, og sum er næsta hvíldarstað teirra!? Djarvur tók tá vápn síni og gekk undan, og Útleggjarin bað Gud vera við teimum. Eisini alt húsfólkið ynskti teimum alt gott á ferðini. So hildu tey leið sína fram og sungu: ?Várt annað hvíldarstað var her, og her vit hava sæð slíkt, sum er mongum øðrum dult, í øldir fjalt var tað. Ja, maðurin við rívuni og eiturkoppurin og ungamamman hava lært meg mangan lærdómin. Hin vakri, reyði fuglurin og slaktihúsið døkt og træið rotna hava mær í hjartað lærdóm søkt. At vakja, biðja, stríða her í álvara hvønn dag, við ótta bera krossin mín ja, alt meg lærdi tað.? Nú sá eg í dreyminum, at tey hildu avstað, og Djarvur gekk undan. Tey komu tá til staðið, har sum byrðin fall Kristini av herðunum og rullaði niður í eina grøv. Her gjørdu tey steðg, og her lovaðu tey Gudi. ?Nú kemur mær í hug,? segði Kristina, ?tað, ið okkum varð sagt við portrið, at vit skuldu fáa fyrigeving við orði og í verki. Við orði tað vil siga eftir lyfti; í verki tað vil siga á tann hátt, sum tað varð vunnið. Hvat lyftið er, skilji eg eitt sindur av; men hvat tað er at hava fyrigeving í verki ella á tann hátt, sum tað varð vunnið ja, Djarvur, góði, tað haldi eg, tú skilir; ger tí so væl og sig okkum nakað um tað!? Djarvur: ?Fyrigeving gjøgnum útint verk, tað er fyrigevingin, ið ein vinnur einum øðrum, sum tørvar hana. Ikki tann, ið fær hana, hevur vunnið hana, nei, hann fær hana sigur hin ?á tann hátt, sum eg havi vunnið hana.? Altso fyri at siga tað greidligari fyrigevingina, ið tú og Miskunn og dreingirnir hava fingið, hevur ein annar vunnið, hann, sum læt tykkum koma inn um portrið. Og hann hevur vunnið hana á dupultan hátt: Hann hevur útint rættvísi, sum kann fjala tykkum, og hann hevur úthelt blóð sítt at tváa tykkum í.? Kristina: ?Men táið hann letur okkum fáa rættvísi sína, hvat hevur hann tá til sín sjálvs?? Djarvur: ?Hann hevur meiri rættvísi, enn tykkum ella honum sjálvum nýtist.? Kristina: ?Gott á teg, sig mær greiðari frá hasum!? Djarvur: ?Hjartans gjarna. Men fyrst má eg siga tykkum, at hann, sum vit nú fara at tosa um, er ein, sum ikki hevur líka sín. Hann hevur tvær náttúrur í sama persóni, góðar at skilja hvør frá aðrari, men ómøguligar at skilja sundur. Til hvørja hesa náttúru hoyrir ein rættvísi, sum hon ikki kann vera fyri uttan, so at ein kundi líka lætt fingið hvørja hesa náttúru at doyð út sum skilt rætt og rættvísi hennara frá henni. Okkum er givin lutur í hesum rættvísum, at vit skulu verða latin í tær ella í aðra teirra og harvið verða gjørd rættvís og liva. Umframt hetta hevur hesin persónur enn eina rættvísi, soleiðis sum báðar hesar náttúrur hansara eru runnar saman í eitt. Og hetta er ikki rættvísi Guddómsins, men ein rættvísi, sum kemur av, at báðar náttúrurnar eru samanrunnar; hon kann tí kallast tann rættvísi, sum ikki skilst frá, at Gud hevur gjørt hann føran fyri at standa sum millummann. Skilti hann seg frá hini fyrstu rættvísi síni, so var hann ikki Gud longur; skilti hann seg frá hini aðru rættvísi síni, so var hann ikki ein reinur maður longur, og skilti hann seg frá hini triðju rættvísi síni, so átti hann ikki longur tann fullkominleika, sum ger hann føran fyri at vera millummann. Tí hevur hann hesa triðju rættvísina, sum stendur í tí, at hann útinnir ein opinberaðan vilja og er honum lýðin, og hesa er tað, hann klæðir syndarar í, við henni er tað, syndir teirra verða fjaldar. Tí er eisini sagt: ?Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina? (Róm. ). Kristina: ?Men hava tá hinar báðar rættvísirnar einki virði fyri okkum?? Djarvur: ?Jú; tí hóast tær ikki kunnu skiljast frá náttúrum og embætum hansara og tí ikki kunnu verða okkum givnar, so er tað kortini gjøgnum tær, at hin rættvísin, sum rættvísger okkum, fær megi at virka til hetta endamál. Rættvísin, sum hoyrir saman við, at hann er Gud, gevur lýdni hansara virði; rættvísin, sum hoyrir saman við, at hann er menniskja, gevur lýdni hansara rættvísgerandi megi; og rættvísin, sum stendur í, at hesar báðar náttúrur eru runnar saman í embæti hansara, gevur tí rættvísini myndugleika at gera verkið, ið hann varð settur at gera. Her er tí ein rættvísi, sum Kristusi sum Gudi ikki tørvar; tí hann er Gud hana fyri uttan. Her er ein rættvísi, sum Kristusi sum menniskja ikki tørvar til at gera hann til tað; tí hann var eitt fullkomið menniskja hana fyri uttan. Og uppaftur er her ein rættvísi, sum Kristusi sum Gudmenniskja ikki tørvar; tí hann er fullkomiliga tað hana fyri uttan. Altso er her ein rættvísi, sum Kristusi sum Gudi og sum Gudmenniskja ikki tørvar sær sjálvum viðvíkjandi, og sum hann tí kann lata ein rættvísgerandi rættvísi, sum honum sjálvum ikki tørvar, og sum hann tí veitir øðrum. Tí er hon kallað rættvísigávan (Róm. ). Við tað at Kristus Jesus, Harrin, hevur givið seg sjálvan undir lógina, má henda rættvísin verða øðrum givin; tí lógin bindur tann, ið undir henni er, ikki bert til at gera rættvísi, men eisini at vísa kærleika. Tann, ið er undir lógini, eigur tí, um hann eigur tveir kyrtlar, at geva honum, ið ongan eigur, annan. Og soleiðis hevur Harri okkara tveir kyrtlar, ein til sín sjálvs og ein at lata, og hann gevur frítt teimum, sum ongan eiga, annan. Soleiðis, Kristina og Miskunn og tit øll, soleiðis fingu tit fyrigeving í verki ella við tí, ið ein annar hevur virkað. Harri tykkara, Kristus, er hann, ið verkið útinti, og hann gevur hvørjum ørmum biddara, ið hann hittir, tað, ið hann hevur vunnið. Men uppaftur er at siga, at fyri at tað kann fáast við verki, má okkurt verða goldið Gudi afturfyri, líka so væl sum okkurt má verða gjørt okkum til at fjala okkum við. Syndin hevur givið okkum upp til bann av eini rættvísari lóg, og undan hesum banni mugu vit verða loyst við endurloysing, við at bøtt verður fyri tað illa, ið vit hava gjørt. Henda bót er blóð Harra tykkara, sum kom og stóð í tykkara staði og doyði fyri misbrot tykkara tann deyða, ið tit áttu at doyð. Soleiðis hevur hann við blóði sínum keypt tykkum leys frá misbrotum tykkara og við rættvísi síni fjalt dálkaðu og skemdu sálir tykkara við rættvísi síni (Róm. ). Og av teirri grund loypur Gud tykkum um og skal einki mein volda tykkum, táið hann kemur at døma heimin? (Gal. ). Kristina: ?Hatta er óført! Nú síggi eg, at nakað var at læra av tí, ið tú segði um at fáa fyrigeving við orði og í verki. Miskunn góða, lat okkum royna at hava hetta í huga! Og tit, dreingir, minnist tit til tað! Men, harri, var tað ikki hetta, ið gjørdi, at byrðin fall mínum góða Kristini av herðunum, og sum fekk hann at leypa av gleði tríggjar ferðir?? Djarvur: ?Jú, tað var trúgvin á hetta, sum skar av bondini, ið einki annað kundi loysa, og tað var honum eitt prógv upp á kraftina í hesum, at hann mátti bera byrðina líka til krossin.? Kristina: ?Eg hugsaði so; tí hóast hjarta mítt var lætt og glatt frammanundan, so er tað tíggju ferðir lættari og glaðari nú. Eg eri vís í av tí, sum eg havi kent tóat eg havi ikki kent tað so nógv enn at um tað menniskja, sum tyngsta byrði ber av øllum í heiminum, var her og sá og trúði tað, ið eg nú síggi og trúgvi, so hevði tað gjørt hjarta hansara glatt og frøtt.? Djarvur: ?Ikki bert fáa vit troyst og fáa byrðina lætta av okkum við at síggja hetta og hugsa um tað; nei, eisini verður vaktur í okkum ein ósigiligur kærleiki; tí hvussu kann tann, sum enntá bert eina løtu hugsar um, at fyrigeving fæst ikki bert við lyfti, men á henda hátt hvussu kann hann annað enn verða rørdur av frelsuvegnum og frelsumátanum og soleiðis koma at elska tann mann, sum gjørdi hetta fyri hann!? Kristina: ?Hatta er satt! Mær tykir, at tað fær hjartað at bløða í mær at hugsa um, at hann mátti lata blóð sítt renna fyri meg. Á tú, sum so elskaði! Á tú signaði! Tú hevur uppiborið, at eg verði tín, tú hevur goldið fyri meg tíggju túsund ferðir meiri, enn eg eri verd! Ikki var løgið, at maður mín feldi tár, og at hetta fekk hann at skunda sær so avstað. Eg veit, at hann vildi so fegin hava meg við sær; men eg, mítt ónda skarn, eg læt hann fara einsamallan! Á Miskunn! Høvdu pápi og mamma tín verið her, og Rædda við! Ja, og nú vildi eg av øllum hjarta, at Káta var her við. Vissuliga, vissuliga høvdu hjørtu teirra verðið rørd! Hvørki óttin í Ræddu ella hin sterki holdslysturin í Kátu hevði fingið tær at farið heimaftur og ikki viljað verðið pílagrímar.? Djarvur: ?Nú talar tú út av heitu kenslum tínum; men heldur tú, at tað fer at vera so við tær altíð? Men hetta er ikki einum og hvørjum givið, var heldur ikki øllum teimum givið, sum stóðu hjá og sóu Jesus tín bløða. Summi, sum hjá stóðu og sóu blóðið renna úr hjarta hansara niður á jørðina, vóru kortini so langt frá einum slíkum sinnalagi, at tey flentu at honum í staðin fyri at harmast um hann, og í staðin fyri at gerast lærisveinar hansara, herdu tey hjørtuni ímóti honum. Alt, ið tit hava, døtur mínar, hava tit tí fingið við eini serligari ávirkan, við tað at Gud hevur latið tykkum skoðað tað, ið eg havi talað við tykkum. Minnist tað, ið tykkum varð sagt, at hønan gevur ikki ungum sínum at eta, táið hon nýtir vanligu rødd sína! Hetta er tykkum tí givið við eini serligari náði.? Nú sá eg framvegis í dreyminum, at tey gingu, inntil tey komu, hagar sum Býttlingur, Leti og Erpin høvdu ligið og sovið, táið Kristin var á pílagrímsferð; og hygg, nú vóru teir hongdir í leinkjum eitt sindur hinumegin vegin! Miskunn spurdi nú fylgismann teirra, sum undan teimum gekk, hvørjir hesir menn vóru, og fyri hvat teir vóru hongdir her. Djarvur: ?Hesir tríggir menn vóru vánafólk. Ikki vildu teir verða pílagrímar sjálvir, og teir forðaðu øllum øðrum, sum teir fingu forðað. Teir vóru latir og tápuligir sjálvir, og tey, sum eftir teimum lurtaðu, gjørdust tað sama; kortini fingu teir tey at trúgva, at teimum fór at gangast væl í úrtøkum. Táið Kristin kom framvið her, svóvu teir, og nú ið tit koma, eru teir hongdir.? Miskunn: ?Men fingu teir yvirtalað nakran at verða sum teir?? Djarvur: ?Ja, teir fingu mangan og ein av leið. Seinføran, hann fingu teir at gera, sum teir gjørdu, somuleiðis Bróstmøði, Veikhjarta, Lystsjúka og Svøvnheys. So var eisini ein ung kvinna, sum æt Lin; hana við fingu teir at fara av leið og verða sum teir. Teir løgdu eisini ilt fyri Harra tykkara og fingu fólk at trúgva, at hann var ein harður húsbóndi at tæna hjá. Haraftrat tosaðu teir ilt um tað góða í landi hansara og søgdu, at tað var ikki helvtina so gott, sum sagt var frá; ja, teir byrjaðu enntá at spilla tænarar hansara út og søgdu, at teir frægastu av teimum vóru einki uttan naskir ófriðarkroppar, sum blandaðu seg út í tað, sum ikki kom teimum við. Og Guds breyð, søgdu teir, var úr berum sáðum; troystin, ið børn hansara fingu, vóru tómir dreymar, og stríðið og arbeiðið hjá pílagrímum hansara var bert roks.? ?Ja,? segði Kristina, ?táið teir vóru slíkir, so skal eg ikki harma teir; tá fingu teir einki uttan tað, ið teir høvdu uppiborið. Og eg haldi tað vera gott, at teir hanga so nær landavegnum, at onnur kunnu síggja teir og taka við ávaring. Men hevði tað ikki verið gott, um ein stólpi av jarni ella kopari varð reistur her, sum teir gjørdu skaða, og misbrot teirra varð rist inn í henda stólpa, fyri at onnur óargafólk kundu ansað sær?? Djarvur: ?Hetta er eisini gjørt, sum tú fært at síggja, um tú fert eitt sindur nærri at múrinum.? Miskunn: ?Nei, nei, latið teir bert hanga og nøvn teirra rotna og misbrot teirra í allar ævir vitna ímóti teimum! Eg hugsi, at tað var ógvuliga gott, at teir vórðu hongdir, áðrenn vit komu higar; hvør veit, hvat teir kundu gjørt slíkum neyðar konufólkum sum okkum!? Og so byrjaði hon at syngja henda song: ?Tit tríggir, hangið tit sum tekin her! So hvørjum gongst, sum vápn mót rætti ber. Tann, eftir kemur, ansi hann sær tí, sum mót Guds pílagrímum fer í stríð! Mín sál, mót øllum slíkum varða teg, sum reingja vilja heilagleikans veg!? Nú gingu tey, inntil tey komu niðan undir Torføra Fjall, og góði vinur teirra Djarvur gloymdi ikki at siga teimum frá tí, sum hendi, táið Kristin gekk her framvið. Fyrst fór hann við teimum at kelduni. ?Hyggið,? segði hann, ?hetta er keldan, ið Kristin drakk úr, áðrenn hann fór niðan á hetta fjall! Tá var hon klár og rein; men nú hava nakrir, sum ikki vilja, at pílagrímar skulu fáa sløkt tosta sín her, kleyvað niðri í henni og dálkað vatnið? (Ezek. ). Tá segði Miskunn: ?Nei, hvør kann hava verið so øvundsjúkur!? Men fylgismaður hennara svaraði: ?Vatnið er drekkandi kortini; verður tikið av tí upp í eitt reint og gott ílat, so fellur gruggið á botnin, og vatnið omaná verður enn klárari.? Hetta máttu so Kristina og tey, sum vóru í fylgi við henni, gera; tey fyltu vatnið í eina leirkrukku og lótu tað standa, inntil skarnið var fallið á botnin; so drukku tey av tí. Harnæst vísti hann teimum hinar báðar hjávegirnar, ið vóru har undir fjallinum, har sum Siðakristin og Hyklari gingu til grundar. ?Hetta eru vandafullir vegir,? segði hann; ?her var tað, tveir menn vórðu fyribeindir, ta ferðina ið Kristin gekk framvið. Og hóast hesir vegir, sum tit síggja, eftirsíðani eru byrgdir við leinkjum, bummum og eini grøv, so er kortini onkur, sum fyrr vil vága sær inn á teir enn hava tann ómak at fara niðan á fjallið.? Kristina: ?Harður er vegur svikaranna? (Orðt. ). Eingin mátti fingið farið inn á hesar vegir uttan at hálsbrotið seg.? Djarvur: ?Tey vilja vága sær tað; ja, og um onkuntíð ber so á, at onkur av tænarum Kongs sær tey og sigur teimum, at tey eru á skeivari leið, og biður tey varða seg, so svara tey sum oftast vanvirðisliga við hesum orðum: ?Vit lurta ikki eftir tær í hasum, sum tú talaði til okkara í navni Harrans! Nei, vit skulu gera alt tað, ið muður okkara hevur lovað? (Jer. ). Ja, og hyggja tit eitt sindur longri, so skulu tit síggja, at nóg nógv er gjørt fyri at forða fólki at ganga hasar vegir; ikki bert eru teir byrgdir við hesum bummum og leinkjum og við grøvini, men eisini er stikað tvørtur um teir; og kortini velja tey teir.? Kristina: ?Tey eru løt og vilja ongan ómak hava; teimum dámar ikki at ganga ímóti brekku. Og so verður uppfylt á teimum tað, ið skrivað er: ?Vegur letingans er sum tornastik? (Orðt. ). Ja, tey vilja fyrr ganga á eini snerru enn fara niðan á hetta fjall og restina av hesi leið til Staðin.? Tey hildu nú fram og byrjaðu at ganga niðan á fjallið. Men áðrenn tey vóru komin heilt niðan á tað, fór Kristina at tiva; hon segði: ?Hetta er eitt møðsamt fjall at koma niðan á; tað má eg siga; ei er dáni í, um tey, sum hugsa meir um at hava tað fittligt enn um at fáa sálir sínar frelstar, velja sær ein lættari veg.? Nú segði Miskunn: ?Eg noyðist at seta meg.? Og tann yngsti drongurin fór at gráta. ?Komið, komið!? segði Djarvur; ?setist ikki her, tí leyvhúsið hjá Kongi er bert eitt sindur ovari!? Og so tók hann í hondina á smádronginum og leiddi hann niðan hagar. Táið tey vóru komin at leyvhúsinum, kom teimum væl við at sleppa at seta seg; tí tey vóru alsveitt øll somul. Tá segði Miskunn: ?Hvussu søt er ikki hvílan teimum, ið streva (Matt. ), og hvussu góður er ikki Kongur pílagrímanna at hava eitt slíkt hvíldarstað til teirra! Eg havi hoyrt nógv um hetta leyvhús; men sæð tað havi eg ikki fyrrenn nú. Men latið okkum ansa okkum, at vit sovna ikki! Tí mær er sagt, at tað varð neyðar Kristini dýrur svøvnur.? Djarvur segði nú við dreingirnar: ?Komið higar, góðu tit! Hvussu veit tykkum við? Hvussu dámar tykkum nú at vera á pílagrímsferð?? ?Harri,? segði tann yngsti; ?eg var nærum fyrilagstur; men eg takki tær, at tú fórt at leiða meg, táið eg ikki orkaði longur. Og nú kemur mær í hug tað, ið mamma hevur sagt mær, at leiðin til Himmals er sum at ganga upp ígjøgnum ein stiga, men leiðin til Helviti er sum at fara oman eina brekku. Men fyrr vil eg ganga upp ígjøgnum ein stiga til lív enn oman eina brekku til deyða.? ?Ja,? svaraði Miskunn til, ?orðtakið sigur jú, at lætt er at ganga undan brekku.? ?Men tað hugsi eg,? segði Jákup so æt drongurin ?at tann dagur kemur, táið leiðin undan brekku verður strevnasta leiðin av øllum.? ?Tú ert ein góður drongur,? segði Djarvur; ?tú svaraði beint.? Tá smíltist Miskunn, men drongurin rodnaði. ?Komið,? segði Kristina, ?vilja tit eta ein leskiligan bita, meðan tit sita her og hvíla beinini? Her havi eg eitt stykki av einum granatepli, sum Útleggjarin fekk mær í hondina, í tí eg fór út um dyrnar; eisini gav hann mær eitt sindur av hunangskøku og eina lítla fløsku við víni.? ?Eg hugsaði tað, at hann gav tær okkurt,? segði Miskunn, ?táið hann rópti teg burturfrá.? ?Ja, hann gjørdi so,? segði Kristina; ?men tað skal vera, sum eg segði við teg, alt fyri eitt táið vit fóru heiman, at tú skalt hava part við mær í øllum góðum, sum eg havi, aftur fyri at tú vart til reiðar at fylgja við mær.? So gav hon teimum øllum frá sær, bæði Miskunn og dreingjunum. ?Og tú,? segði hon við Djarvan, ?vilt tú ikki hava burtur av frá okkum?? Men hann svaraði: ?Tit skulu halda fram pílagrímsferð tykkara; men eg skal skjótt heimaftur. Hatta, sum tú hevur, er ógvuliga gott fyri tykkum; eg eti hvønn dag tað sama har heima.? Táið tey so høvdu etið og drukkið og tosað saman eina løtu, segði Djarvur við tey: ?Dagurin hallar; eru tit til reiðar, so latið okkum hugsa um at fara avstað!? Tey reistust tá og fóru, og dreingirnir gingu undan; men Kristina hevði gloymt at taka vínfløsku sína við og sendi tí ein drongin aftur eftir henni. Tá segði Miskunn: ?Hetta man vera eitt stað, har altíð onkur missir okkurt. Her misti Kristin bókrullu sína, og her gloymdi Kristina fløsku sína eftir. Hvat kann grundin vera til hetta, harri?? Fylgismaður teirra svaraði: ?Grundin er svøvnur ella gáloysni; summi sova, táið tey eiga at vakja, og summi gloyma tað, ið tey eiga at minnast til; hetta er grundin til, at so ofta summir pílagrímar missa eitt ella annað á hvíldarstøðunum. Pílagrímar eiga at vakja, og hvussu glaðir teir eru, eiga teir altíð at minnast tað, sum longu er teimum givið. Men við tað at teir ikki gera hetta, endar gleði teirra mangan við gráti, og skýggj taka sól teirra burtur. Tað, ið Kristina fekk at royna á hesum staði, er vitnisburður um hetta.? Táið tey komu, hagar sum Mistreysti og Ræddur hittu Kristin og royndu at fáa hann at venda aftur av ótta fyri leyvunum, var eins og ein stórur pallur reistur har; framman fyri pallin, út móti landavegnum, var sett ein stór pláta, sum eitt ørindi stóð á, og niðri undir ørindinum grundin, hví pallurin var reistur har. Ørindið ljóðaði so: ?Ver ansin, tú, sum pallin sært, tín tunga varði seg! Her illa hinum skálkum gekst lat slíkt ei ráma teg!? Og orðini undir ørindinum vóru hesi: ?Hesin pallur varð reistur at pína slík á, sum eru so rædd og mótfallin, at tey tora ikki at halda fram pílagrímsferðina. Á hesum palli varð eisini við gløðandi jarni hol brent tvørtur ígjøgnum tunguna í bæði Mistreysti og Ræddum, aftur fyri at teir royndu at forða Kristini á ferð hansara.? Tá segði Miskunn: ?Hetta líkist nógv tí, ið hin Elskaði hevur sagt: ?Hvat fer hann at geva tær, bæði nú og hereftir, falska tunga! Hvøssu pílar valdsharrans og gývilgløður!?? (Sálm. ). Nú gingu tey, inntil tey sóu leyvurnar. Men Djarvur var ein raskur maður, sum ikki ræddist eina leyvu; táið tey komu, hagar sum leyvurnar vóru, dámdi dreingjunum, sum undan gingu, kortini væl at sleppa at fjala seg aftan fyri hini; tí teir ræddust tær; teir sleptu sær tí aftur um at ganga. Tá smíltist fylgismaður teirra og segði: ?Hvussu var nú, dreingir mínir! Tykkum dámar at vera fremstir, har sum vandaleyst er, men aftastir, við tað sama sum tit síggja leyvurnar!? Og sum tey nú gingu hagar, dró Djarvur svørðið og ætlaði at gera veg fyri pílagrímunum fram við leyvurnar. Men tá raktu tey við ein, sum sá út til at vilja vera í parti við leyvunum, og hann segði við fylgismann pílagrímanna: ?Hvat er grundin til, at tit koma higar?? Hesin maður æt Grummur ella Blóðmaður, av tí at hann drap pílagrímar, og hann var av risaætt. Tá svaraði fylgismaður pílagrímanna: ?Hesar kvinnur og hesir dreingir eru á pílagrímsferð, og hetta er leiðin, ið tey mugu ganga. Og henda vegin skulu tey, tað skulu hvørki tú ella leyvurnar forða.? Grummur: ?Hetta er ikki leið teirra, og henda veg skulu tey ikki! Eg eri komin at forða teimum, og eg skal hjálpa leyvunum.? Nú, satt at siga hevði hesin vegur ikki verðið nógv nýttur ta síðstu tíðina og var grasvaksin, nærum allur sum hann var; tað komst av, at leyvurnar vóru so óðar, og hesin maður var so grummur, sum var í parti við teimum. Men Kristina segði: ?Um so vegirnir hava ligið í oyði higartil, og tóat ferðafólk frammanundan hevur noyðst at sníkja seg eftir avsíðis gøtum, so má tað ikki vera so, nú eg eri stigin fram, ein móðir í Ísrael? (Dóm. ). Tá svór Grummur um leyvurnar, at tað skuldi standa við, og bað tey fara til viks, tí har sluppu tey ikki framvið. Men fylgismaður teirra var tann fyrri at herja á, og hann legði so ógvisliga at Grummum við svørði sínum, at hann varð noyddur at halda undan. ?Vilt tú drepa meg á míni egnu ogn?? rópti hesin, sum hjálpti leyvunum. Djarvur: ?Vit eru her á landavegi Kongs, og á hann hevur tú sett leyvurnar; men hesar kvinnur og hesi børn skulu, um tey so eru veik, halda leið sína fram, og tað skulu leyvur tínar ikki forða!? Og so gav hann honum eitt so hart høgg, at hann hoknaði niður, og hjálmur hansara brotnaði. Við næsta høgginum hevði hann armin av honum. Tá fór risin at brøla so ræðuliga, at kvinnurnar ræddust at hoyra hann, og tó vóru tær glaðar at síggja hann liggja har og sprakla. Og leyvurnar stóðu í tjóðri og fingu tí einki gjørt einsamallar. Táið tí nú Grummur gamli, sum ætlaði at hjálpa teimum, var deyður, segði Djarvur við pílagrímarnar: ?Komið nú og fylgið eftir mær, so skulu leyvurnar einki gera tykkum!? Tey fóru so til gongu; men kvinnurnar pipraðu, táið tær gingu fram við leyvunum, og dreingirnir mundu doyð av ræðslu. Tó komu tey øll framvið í øllum góðum. Nú vóru tey komin so nær, at tey sóu portarahúsið, og skjótt vóru tey har. Við tað at tey vistu, at har var vandi við at ferðast á náttartíð, skundaðu tey sær tess meiri. Táið tey vóru komin at portrinum, bankaði fylgismaðurin uppá, og portarin rópti: ?Hvør er har?? Men so skjótt sum hin svaraði: ?Tað eri eg!? kendi hann hann á málinum; tí Djarvur hevði fylgt mongum øðrum pílagrímum hagar. Portarin kom tí oman og læt upp portrið, og táið hann sá fylgismannin standa beint fyri tí kvinnurnar stóðu aftanfyri, tí rakti hann ikki við tær segði hann við hann: ?Hvat gott, Djarvur? Hvørji ørindir hevur tú her so seint?? ?Eg eri komin higar,? svaraði hin, ?við nøkrum pílagrímum, sum eftir boði Harra míns skulu hava innivist her; eg hevði verið komin væl fyrr, var eg ikki komin í bardaga við risan, sum plagdi at hjálpa leyvunum. Men eftir hart og møðsamt stríð fekk eg beint fyri honum og havi nú ført pílagrímarnar trygt higar.? Portarin: ?Vilt tú ikki koma inn og gista í nátt?? Djarvur: ?Nei, eg skal fara heimaftur til húsbónda mín í kvøld.? Kristina: ?Á harri, eg veit ikki, hvussu eg kann lata teg fara frá okkum á pílagrímsferð okkara! Tú hevur verið okkum so trúfastur og góður og so hjartaligur í at leggja okkum ráð, at eg skal aldri gloyma tað góða, ið tú hevur gjørt okkum.? Og Miskunn segði: ?Á, hevði tú komið við okkum alla ferðina at enda! Hvussu kunnu slíkar neyðar kvinnur sum vit halda á eina leið so fulla av trupulleikum sum hesa, um vit ongan vin og onga verju hava!? Jákup, tann yngsti drongurin, segði nú: ?Góði harri, kom endiliga við okkum og hjálp okkum, sum so veik eru, á hesi vandafullu leið!? Djarvur: ?Eg má gera eftir boði Harra míns; gevur hann tykkum meg til fylgismann allan vegin, so eri eg til reiðar at tæna tykkum. Men her hava tit gjørt skeivt sjálv; við tað sama táið hann bað meg fylgja tykkum higar, skuldu tit spurt hann, um tit kundu ikki fáa meg til fylgismann allan vegin; hann hevði gjørt tað, táið tit bóðu hann. Men nú má eg fara, ið hvussu er; og so sigi eg tykkum farvæl, góða Kristina, Miskunn og tit, góðu dreingirnir!? Portarin, sum æt Árvakin, spurdi nú Kristinu um føðiland og ætt hennara, og hon svaraði: ?Eg eri úr Undirgangsstaði og eri einkja; maður mín, Kristin pílagrímur, er deyður.? ?Hvat!? segði portarin; ?var tað maður tín!? ?Ja,? svaraði hon, ?og hetta eru synir hansara; og hon? her peikaði hon á Miskunn ?er ein kvinna úr sama býi sum eg.? Tá ringdi portarin við klokku síni, sum hann var vanur, táið onkur kom, og ein gentan kom út; hon æt Eyðmjúk. Við hana segði portarin: ?Far inn og sig, at Kristina, kona Kristin, er komin higar við synum sínum á pílagrímsferð!? Hon fór so inn og segði frá hesum. Og tey gleðiróp, ið har vóru at hoyra, fyrsta sum gentan hevði sagt hetta! Tey skundaðu sær oman til portaran Kristina stóð uttanfyri enn. Og nøkur av teimum, ið mest høvdu at týða, søgdu við hana: ?Kom inn, Kristina, kom inn, tú kona ein góðan mann! Kom inn, tú signaða kvinna, kom inn við øllum, ið við tær eru!? Hon fór nú inn, og aftaná gingu synir hennara og Miskunn. Táið tey vóru innkomin, varð teimum víst inn í eina stóra stovu, og tey vórðu biðin at sessast. Táið tey høvdu sett seg, fóru boð eftir teimum hægstu í húsinum at koma og heilsa gestunum og biðja tey vera vælkomin. Tey komu so inn, og við tað at tey vistu, hvørjir gestirnir vóru, heilsaðu tey teimum við kossi og søgdu: ?Vælkomin, tit Guds náðiíløt, vælkomin tit trúføstu vinir tykkara!? Við tað at seint var vorðið, og pílagrímarnir vóru móðir av ferðini eisini hevði tað tikið teimum dygt at síggja bardagan og tær ræðuligu leyvurnar so bóðu tey um at sleppa at leggjast so skjótt sum gjørligt. ?Nei,? søgdu húsfólkini, ?styrkið tykkum fyrst við einum bita!? Tí tey høvdu gjørt teimum eitt lamb til við sósini, ið til hoyrdi ( Mós. Jóh. ); tí portarin hevði frætt, at tey vóru á veg, og hevði sagt tað inni. Táið tey so høvdu etið nátturða og hildið bøn og sungið ein sálm, vildu tey gjarna sleppa at leggjast. ?Men latið okkum,? segði Kristina, ?soframt sum vit kunnu vera so frí at velja tað sjálv, sleppa at sova í kamarinum, sum maður mín svav í, táið hann var her!? Teimum varð nú víst upp hagar, og í hesum kamari svóvu tey øll. Táið tey vóru løgst, byrjaðu Kristina og Miskunn eina hóskandi samtalu. Kristina: ?Lítið vardi meg tað, táið maður mín fór á pílagrímsferð, at eg nakrantíð fór at fylgja eftir.? Miskunn: ?Og líka lítið hugsaði tú, at tú fórt at liggja í songini, sum hann hevði sovið í, hvíla í kamari hansara, sum tú gert nú.? Kristina: ?Men minst av øllum væntaði eg mær nakrantíð at síggja andlit hansara aftur við gleði og tilbiðja Harran og Kongin saman við honum, og tað trúgvi eg tó nú, at eg skal.? Miskunn: ?Steðga! Hoyrir tú ikki eitt ljóð?? Kristina: ?Jú; og eg haldi hatta vera tónleik, gleðitónar um, at vit eru her.? Miskunn: ?Undurfult! Tónleikur í húsinum, tónleikur í hjartanum og tónleikur í Himli av gleði um, at vit eru her!? Soleiðis tosaðu tær saman eina løtu og sovnaðu síðani. Táið tær vaknaðu morgunin eftir, segði Kristina við Miskunn: ?Hví læði tú í svøvni í nátt? Tú mundi droyma, haldi eg.? Miskunn: ?Ja, eg droymdi, og vakur var dreymurin. Men ert tú vís í, at eg læði?? Kristina: ?Ja, og tað hjartaliga við; men góða tú, sig mær dreymin!? Miskunn: ?Eg droymdi, at eg sat einsamøll á einum einsligum staði og gramdi meg um, at hjarta mítt var so hart. Eg hevði ikki sitið leingi har, fyrrenn mær tykti, at mong vóru samankomin rundan um meg at síggja meg og hoyra, hvat tað var, ið eg segði. Tey lurtaðu tá, og eg gramdi meg við sama lag um, at hjarta mítt var so hart. Tá flentu summi at mær, summi kallaðu meg eitt býtt, og summi fóru at fíra meg higar og hagar. Men so tykti mær, at eg hugdi upp og sá ein við veingjum koma ímóti mær. Hann kom tætt til mín og segði: ?Hvat bagir tær, Miskunn?? Og táið eg hevði sagt honum sorg mína, segði hann: ?Friður veri við tær!? Hann turkaði mær eisini um eyguni við lummaturriklæði sínum og klæddi meg í silvur og gull, gav mær hálsband og oyrnaringar og setti mær eina fagra krúnu á høvdið (Ezek. ). So tók hann í hond mína og segði: ?Miskunn, fylg eftir mær!? Síðani fór hann uppeftir, og eg aftaná, inntil vit komu at einum gyltum portri. Har bankaði hann uppá, og táið tey fyri innan høvdu latið upp, fór hann inn, og eg fylgdi við honum yvir at einum hásæti; hann, sum í tí sat, segði við meg: ?Vælkomin, dóttirin!? Staðið var skyggjandi og bjart á at líta sum stjørnurnar ella rættari sagt sum sólin, og mær tykti, at eg sá mann tín har. Og so vaknaði eg. Men læði eg?? Kristina: ?Læði! Ja, og væl mátti tú tað, táið tú vart so væl fyrikomin. Tí tað má mær loyvast at siga, at hatta var ein góður dreymur, og sum tú hevur byrjað at royna, at fyrri partur av honum er gingin út, so fert tú eisini í endanum at síggja, at seinni partur gongur út við. ?Men bæði á ein og annan hátt talar Gud, men ikki verður givið tí gætur. Í dreymi, í náttarsjón, táið fólk liggur í fastasvøvni, táið tey liggja á leguni og blunda? (Job ). Vit kunnu tala við Gud á legu okkara, sjálvt um vit ikki eru vakin; tí hann kann vitja okkum, meðan vit sova, og fáa okkum at hoyra rødd sína tá. Mangan vakir hjarta okkara, meðan vit sova (Hás. ), og Gud kann tosa við tað, við orðum, við orðtøkum, við teknum og myndum, líka so væl sum táið vit vakja.? Miskunn: ?Ja, eg eri glað um dreymin; tí eg vóni skjótt at síggja hann ganga út, so eg aftur kann koma at læa.? Kristina: ?Nú man langt síðani vera uppfaringartíð; so fáa vit at vita, hvat vit skulu gera.? Miskunn: ?Góða tú, lat okkum taka av, soframt sum tey biðja okkum steðga her eitt sindur! Allarhelst vildi eg verið her nakað fyri at komið at kent hesar genturnar meir; eg haldi, at Vit, Gudsfrykt og Vælvild hava so dámlig andlit og tykjast at vera so stillar.? Kristina: ?Nú fáa vit at síggja, hvat tey fara at gera.? Táið tær so vóru uppfarnar og høvdu latið seg í, komu tær oman, og tey spurdu tær nú, um tær høvdu sovið væl, og hvussu við visti. ?Ógvuliga væl,? svaraði Miskunn; ?eg havi aldri í lívinum havt tað betri eina nátt nakrastaðni.? Nú søgdu Vit og Gudsfrykt: ?Vilja tit steðga her nakað, skulu tit fáa tað besta, í húsinum er.? ?Og tað av góðum hjarta!? legði Vælvild aftrat. Tær samtyktu tá í at steðga og vóru har ein mánað ella meir, og tað var báðum pørtum til mikið gagn. Og við tað at Vit fegin vildi síggja, hvussu Kristina hevði vant dreingirnar upp, bað hon um loyvi at hoyra teir í trúnni. Hetta gav Kristina henni frítt loyvi til; hon byrjaði tá við tí yngsta, Jákupi, og segði við hann: ?Kom, Jákup! Dugir tú at siga mær, hvør ið hevur skapt teg?? Jákup: ?Gud Faðir, Guds Sonur og Gud Heilagi Andin.? Vit: ?Tú ert ein góður drongur! Og dugir tú at siga mær, hvør ið hevur frelst teg?? Jákup: ?Gud Faðir, Guds Sonur og Gud Heilagi Andin.? Vit: ?Ja, tú ert ein góður drongur! Og hvussu frelsir Gud Faðir teg?? Jákup: ?Við náði síni.? Vit: ?Hvussu frelsir Guds Sonur teg?? Jákup: ?Við rættvísi síni og við blóði, deyða og lívi sínum.? Vit: ?Og hvussu frelsir Heilagi Andin teg?? Jákup: ?Við at upplýsa meg, endurføða meg og varðveita meg.? Tá segði Vit við Kristinu: ?Tú mást rósast fyri at hava lært synir tínar so væl. Eg haldi ikki, mær nýtist at seta hinum hesar spurningar, við tað at hesin yngsti dugir so væl at svara. Nú skal eg tí halda fram við hasum næstyngsta.? So segði hon: ?Kom, Jósef!? tí so æt hann ?vilt tú, at eg skal hoyra teg í trúnni?? Jósef: ?Hjartans gjarna!? Vit: ?Hvat er menniskjað?? Jósef: ?Ein skapningur, sum Gud hevur givið skynsemi soleiðis sum beiggi hevur sagt.? Vit: ?Hvussu skal orðið ?frelstur? skiljast?? Jósef: ?At menniskjað við synd hevur komið sær í vanlukku og er fangi.? Vit: ?Hvat meinist við, at Faðir, Sonur og Heilagi Andi frelsir menniskjað?? Jósef: ?At syndin er ein so stórur og sterkur kúgari, at eingin uttan Gud er mentur at ríva okkum úr valdi hennara, og at Gud er so góður og fullur av kærleika, at hann rívur summi úr hesum vanlukkuliga standi.? Vit: ?Hvat endamál hevur Gud við at frelsa tey?? Jósef: ?Hann frelsir tey fyri at gera navn sítt dýrt og høgt, somuleiðis náði og rættvísi sína o.s.fr., og so fyri at gera tey ævigt lukkulig, sum hann frelsir.? Vit: ?Hvørji eru tey, sum verða frelst?? Jósef: ?Eingi uttan tey, sum hann gevur vilja til at taka við frelsu síni.? Vit: ?Tú ert ein góður drongur, Jósef! Mamma tín hevur lært teg væl, og tú hevur lurtað eftir tí, sum hon hevur sagt tær.? Nú segði Vit við Sámal, sum var tann næstelsti: ?Kom, Sámal! Dámar tær, at eg hoyri teg í trúnni?? Sámal: ?Ja, gjarna, um tú vilt.? Vit: ?Hvat er Himmalin?? Samal: ?Tað stað og tann standur, har hin hægsta sæla er, við tað at Gud býr har.? Vit: ?Hvat er Helviti?? Sámal: ?Tað stað og tann standur, har hin størsta neyð er, við tað at syndin, Djevulin og deyðin búgva har.? Vit: ?Hví vilt tú fegin sleppa í Himmalin?? Sámal: ?Fyri at síggja Gud og tæna honum uttan at troyttast; fyri at síggja Kristus og elska hann í allar ævir; fyri at hava ta Heilaga Andans fylling í mær, sum eg aldri til fulnar kann gleða meg í her.? Vit: ?Tú ert ein sera góður drongur, og tú hevur lært væl.? So vendi hon sær til hin elsta Matteus æt hann og segði við hann: ?Kom, Matteus! Skal eg hoyra teg við í trúnni?? Matteus: ?Ja, tað dámar mær væl!? Vit: ?So spyrji eg teg: Var nakað til, áðrenn Gud var? Matteus: ?Nei; tí Gud er ævigur; einki var til uttan hann, áðrenn fyrsti dagur var; tí ?í seks dagar gjørdi Harrin himmalin og jørðina og havið við øllum, sum í teimum er? ( Mós. ). Vit: ?Hvat heldur tú um Bíbliuna?? Matteus: ?Hon er Guds heilaga orð.? Vit: ?Stendur nakað skrivað í henni, sum tú skilir ikki?? Matteus: ?Ja, og ikki so lítið.? Vit: ?Hvat gert tú, táið tú kemur niður á skriftstøð, sum tú skilir ikki?? Matteus: ?Tá hugsi eg, at Gud er vísari enn eg. Eg biði hann eisini lata tað líka sær at lata meg skilja alt í Bíbliuni, sum hann veit, er mær gott.? Vit: ?Hvat trýrt tú um uppreisnina av deyðum?? Matteus: ?Eg trúgvi, at sama likam, sum varð jarðað, skal rísa upp aftur, og við somu náttúru; tó kann tað tá ikki ganga til grundar. Og hetta trúgvi eg av tvinnanda grundum, fyrst tí Gud hevur lovað tað, og síðani tí hann er mentur at gera tað.? Tá segði Vit við dreingirnar: ?Tit mugu ikki gevast at lurta eftir mammu tykkara; tí hon dugir at læra tykkum meiri enn. Eisini mugu tit lurta væl eftir øllum góðum, sum tit hoyra onnur tosa; tey tosa tað góða fyri tykkara skuld. Leggið tykkum eisini eina við at ansa eftir tí, ið himmalin og jørðin læra tykkum! Men serliga mugu tit grunda nógv á ta bókina, sum gjørdi, at pápi tykkara gjørdist pílagrímur. Eg fyri mín part, dreingir mínir, skal læra tykkum tað, ið eg kann, meðan tit eru her, og tað verður mær ein gleði, um tit seta mær spurningar, sum leiða til upplæring og gudsótta.? Táið nú hesir pílagrímar høvdu verið har eina viku, kom ein at vitja Miskunn, sum segði seg vilja henni væl. Hann æt Krøkin og var ein rættiliga væl vandur persónur; trúgvandi gav hann seg út fyri at vera, men hekk kortini ógvuliga fast við heimin. Hann kom tá fleiri ferðir at finna Miskunn og bað so um hana. Miskunn var sera vøkur, aftrat at hon var dámlig í aðrar mátar. Eisini var lyndi hennara so, at hon vildi ongantíð sita fyri einki; hevði hon einki at gera hjá sær sjálvari, so bant hon hosur ella seymaði klæði til onnur og gav slíkum tað, sum vóru í trongd. Krøkin, sum ikki visti, hvar hesir lutir fóru, sum hon virkaði, ella hvat hon gjørdi við teir, tyktist at vera heilt hugtikin av henni, sum so dúglig var at arbeiða. ?Hon verður ikki eiti av konu, tað skal eg siga!? tosaði hann fyri seg sjálvan. Miskunn tosaði nú við genturnar í húsinum um viðurskiftini og spurdi tær, hvussu hesin maður mundi vera; tí tær kendu hann betur enn hon. Tær søgdu henni, at hesin ungi maður hevði altíð nógv at gera, og at hann segði seg at vera trúgvandi, men at tær óttaðust fyri, at hann kendi ikki kraftina í tí, sum gott var. ?Ja,? segði Miskunn, ?so hyggi eg ikki at honum aftur; tí eg ætli ikki, at nakað skal fáa hindrað sál míni.? Vit svaraði tá, at henni nýttist ikki at gera stórt fyri at styggja hann burtur; helt hon bert á við tí, sum hon hevði byrjað, at virka fyri tey fátæku, mundi áhugi hansara skjótt fara at kølna. Táið hann nú kom næstu ferð, sat hon og virkaði okkurt til tey fátæku. Tá segði hann: ?Hvat! Altíð hugagóð!? ?Ja,? svaraði hon, ?annaðhvørt fyri meg sjálva ella fyri onnur.? ?Og hvussu mikið hevur tú í inntøku um dagin?? spurdi hann. ?Hetta geri eg,? svaraði hon, ?fyri at eg kann vera rík í góðum verkum og soleiðis savna mær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so eg kann grípa hitt sanna lív? ( Tim. ). ?Men gott á teg, sig mær, hvat gert tú við hesar lutir?? segði hann. ?Klæði tey naknu,? var svarið. Tá fánaði hann burtur, og eftir hetta vitjaði hann hana ikki meir. Og táið hann varð spurdur, hví, svaraði hann, at víst var Miskunn ein søt genta, men tað vóru ikki góðar umstøður, hon var í. Táið hann var givin uppat at ganga til hennara, segði Vit: ?Segði eg tær ikki, at Krøkin fór skjótt at venda tær ryggin! Ja, og hann fer at spilla teg út; tí hóast hann letst at vera trúgvandi og góður við Miskunn, so eru hann og Miskunn kortini so ólík í lyndi, at eg hugsi, tey koma aldri saman.? Miskunn: ?Eg kundi verið gift fyrrenn nú, tóat eg havi aldri sagt nøkrum tað; men teir, sum vildu hava meg, vóru slíkir, sum ikki dámdi korini, ið eg livi í, um so eingin av teimum hevði nakað at siga við meg sjálva. Tí hóskaðu vit ikki saman.? Vit: ?Nú á døgum verður Miskunn ikki mett høgt í virði uttan bert sum eitt eiti; verk hennara og korini, hon livir í, er ikki mangur, sum kann tola.? ?Ja,? segði Miskunn, ?vil eingin hava meg, so skal eg doyggja ógift, og livikor míni skulu vera mær sum maður mín. Tí náttúru mína kann eg ikki broyta, og binda meg at einum, sum er øðrvísi enn eg í hesum, tað havi eg lovað ikki at gera, hvussu leingi eg so livi. Eg átti eina systur, sum æt Gávumild, og sum giftist við einum av hesum jassunum; men tey eintust aldri bæði; tí við tað at systir hevði sett sær fyri at halda á, sum hon hevði byrjað, at gera væl við tey fátæku, so helt hann á at meinskast við kærleika hennara til Kristi kross og rendi hana til endan av durunum.? Vit: ?Og eg skal ætla, at hann segði seg vera trúgvandi kortini!? Miskunn: ?Ja, og hann var ein av hesum, sum heimurin er fullur av í dag; men ongan av teimum líkar mær.? Nú bar so á, at Matteus, elsti sonur Kristinu, gjørdist sjúkur; hann var ógvuliga ringur, hevði slíka pínu innvortis, at hann stundum lá og ringdist í songini. Har nærindis búði ein, sum æt Dugnaligur, ein gamal, royndur lækni. Honum bað Kristina tey senda boð eftir, og hann kom. Táið hann hevði sitið eina løtu í kamarinum hjá dronginum, helt hann, at honum bagdi okkurt í maganum. Hann segði tí við mammuna: ?Hvat hevur Matteus etið nú í seinastuni?? ?Etið!? svaraði Kristina; ?einki uttan góðan og sunnan mat.? Men læknin svaraði: ?Hesin drongur hevur etið niður í seg okkurt, sum liggur ómeltað í maganum, og tað fer ikki burtur av sær sjálvum. Tað sigi eg tær, at verður hann ikki reinsaður út, so doyr hann.? Tá segði Sámal: ?Mamma, hvat var tað, ið beiggi hentaði og át, alt fyri eitt sum vit komu út um portrið, har sum hesin vegur byrjaði? Tú minnist, har var ein urtagarður vinstrumegin vegin, har sum múrurin gekk framvið, og summi trøini hingu út um múrin; av teimum hentaði beiggi og át.? ?Hatta er satt, ið tú sigur, drongur mín,? svaraði Kristina; ?hann fekk sær av tí og át, hasin óskikkiligi drongurin! Eg hevði at honum, men hann gavst ikki kortini.? Dugnaligur: ?Eg visti tað, at hann hevði etið okkurt, sum ikki var góð føði, og hatta eg meini, handa fruktin er so ring sum einki annað at fáa mein av; hatta er jú frukt úr urtagarðinum hjá Be'elzebub; tað var ófatiligt, at eingin skuldi vara tykkum við tí; mangur hevur doyð av henni.? Tá fór Kristina at gráta og segði: ?Á tann óskikkiligi drongur! Og mín gáloysna mamma, ið eg var! Hvat skal eg gera fyri son mín?? Dugnaligur: ?Nei, nú skalt tú ikki missa mótið heilt! Drongurin kann gerast frískur aftur, men hann má verða reinsaður út og fáast at spýggja.? Kristina: ?Góði harri, ger alt tað, ið tú ert mentur, við hann, ið hvat tað so kostar!? Dugnaligur: ?Dýrur vóni eg ikki, eg skal vera.? So gav hann honum nakað at taka inn, men tað var ov veikt; tað segðist at vera av bukkablóði, øskuni av eini kvígu, isopi og øðrum. Táið Dugnaligur sá, at hetta virkaði ikki, gjørdi hann honum nakað annað til, og tað dugdi; tað var gjørt av Kristi likami og blóði (Heb. Jóh. ). Læknarnir, vita tit, geva mangan sjúklingum mangt undarligt at taka inn. Hetta vóru pillarar, og í teir var latið eini tvey lyfti og hóskandi nógv av salti. Hann skuldi taka tríggjar í senn fastandi og svølgja teir við einum kvarti av angurstárum. Men táið hesin heilivágur var gjørdur til og fingin dronginum, stóðst honum við at taka hann, hóast hann hevði so ilt í maganum, at hann mundi gingið til enda. ?Kom, kom,? segði læknin, ?tú mást taka hetta!? ?Mær býður so ímóti!? segði Matteus. ?Eg má fáa teg at taka heilivágin,? segði mamma hansara. ?Men eg spýggi hann upp aftur!? svaraði drongurin. ?Sig mær, harri,? segði Kristina við Dugnaligan, ?hvussu smakkar hann?? ?Hann hevur ongan ringan smakk,? svaraði læknin, og so legði hon ein pillara á tunguna at vita. ?Á Matteus,? segði hon, ?hesin heilivágurin smakkar søtari enn hunangur! Ert tú góður við mammu, ert tú góður við beiggjarnar, ert tú góður við Miskunn, og elskar tú títt egna lív, so tak hann!? Eftir at ein stutt bøn var hildin til Gud um at signa heilivágin, tók drongurin hann tá eftir mikið stríð, og tað gjørdi honum ógvuliga gott. Hann reinskaði maga hansara, so hann sovnaði og fekk góða hvíld; so loypti hann honum bruna í likamið, so hann fór at sveitta dúgliga, og soleiðis slapp hann heilt frá ilskuni í maganum. Tað var ikki leingi, inntil hann kundi fara upp og ganga um við putti úr eini stovuni í aðra, og har tosaði hann við Vit, Gudsfrykt og Vælvild um sjúku sína, og hvussu hann varð lektur. Táið hann nú var frískur aftur, spurdi Kristina Dugnaligan, hvussu mikið hon skyldaði honum fyri ómakin og fyri umsorgan hansara fyri henni og soni hennara. Hann svaraði: ?Tú mást gjalda formanninum í læknaskúlanum eftir reglunum, ið ásettar eru í slíkum førum? (Heb. ). ?Men, harri,? segði hon, ?hvat annað eru hesir pillararnir góðir fyri?? Dugnaligur: ?Teir duga fyri allar sjúkur, grøða hvørja sótt, sum pílagrímar kunnu fáa; og verða teir væl goymdir, halda teir sær, ið hvussu leingi tað er.? Kristina: ?Góði harri, ger mær til tólv dósir av teimum! Kann eg fáa hesar pillarar, skal eg aldri brúka nøkur onnur heilsubótarráð.? Dugnaligur: ?Hesir pillarar eru ikki bert góðir at grøða sjúkur við; teir varðveita eisini, so tú fært ikki sjúkur, ja, eg tori siga tað, at brúkar tú henda heilivágin, sum hann eigur at verða brúktur, so ger hann, at tú livir í allar ævir (Jóh. ). Men, Kristina góða, tú mást ongum geva hesar pillarar á annan hátt, enn eg havi fyriskrivað; tí gert tú tað, so virka teir einki gott.? So læt hann Kristinu fáa heilivág til hana sjálva og dreingirnar og til Miskunn og bað Matteus varða seg fyri at eta óstadna frukt uppaftur; síðani heilsaði hann teimum og fór avstað. Eg havi sagt frammanundan, at Vit bað dreingirnar, altíð nær ið teir vildu, seta sær spurningar, sum kundu vera til bata; so skuldi hon lata teir fáa okkurt at vita. Matteus, hann, sum sjúkur hevði verið, spurdi hana tá: ?Slíkt, sum vit fáa at taka inn fyri sjúku, hví smakkar tað nærum altíð so illa?? Vit: ?Fyri at vísa, hvussu illa tí holdliga hjartanum líkar Guds orð og tað, sum Guds orð virkar.? Matteus: ?Hví reinska góð heilsubótarráð og fáa fólk at spýggja?? Vit: ?Tað kemst av, at táið orðið virkar, sum tað skal, reinsar tað hjarta og sinni. Sært tú, tað, sum heilivágurin virkar inn á likamið, tað virkar orðið inn á sálina.? Matteus: ?Hvat kunnu vit læra av tí, at login av eldinum leitar uppeftir, men sólstrálurnar, sum so nógv gott virka, koma niðureftir?? Vit: ?At login fer uppeftir, tað skal læra okkum við brennandi sterkari tráan at lyfta hjørtum okkara móti Himli; men at sólin sendir heitu strálur sínar og signandi ávirkan sína niðureftir, tað minnir okkum á, at heimsins Frelsari, sum so høgur er, kortini kemur við náði síni og kærleika sínum til okkara herniðri.? Matteus: ?Hvaðani fáa skýggini vatn?? Vit: ?Úr sjónum.? Matteus: ?Hvat kunnu vit læra av tí?? Vit: ?At teir, sum tala Guds orð, eiga at fáa læru sína frá Gudi.? Matteus: ?Hví hella skýggini vatn sítt út yvir jørðina?? Vit: ?Fyri at vísa, at teir, sum tala orðið, skulu geva heiminum tað, ið teir vita um Gud.? Matteus: ?Hví fær sólin ælabogan at koma?? Vit: ?Fyri at vísa, at náðisáttmáli Guds er staðfestur okkum í Kristusi.? Matteus: ?Hví koma keldurnar úr sjónum til okkara gjøgnum jørðina?? Vit: ?Fyri at vísa, at Guds náði kemur til okkara gjøgnum likam Kristusar.? Matteus: ?Hví springa summar keldur upp á høgum fjøllum?? Vit: ?Fyri at vísa, at Náðiandin skal springa upp, eisini í teimum, sum eru høg og mektig, og ikki bert í fátækum og teimum, sum lítið hava at týða.? Matteus: ?Hví hongur login fastur í rakinum?? Vit: ?Fyri at vísa, at logar náðin ikki í hjartanum, so er einki satt lívsljós í okkum.? Matteus: ?Hví skulu bæði rak og fløt til, fyri at ljósið kann brenna?? Vit: ?Fyri at vísa, at likam og sál og alt skal tæna tí Guds náði, sum í okkum er, og ofra seg upp í hesi tænastu.? Matteus: ?Hví stingur pelikanurin seg sjálvan í bringuna við nevinum?? Vit: ?Fyri at føða ungarnar við blóði sínum og við hesum vísa, at Kristus, hin Vælsignaði, elskaði so børn síni fólk sítt at hann bjargaði teimum undan deyða við blóði sínum.? Matteus: ?Hvat kunnu vit læra av at hoyra hanan gala?? Vit: ?Vit kunnu læra at minnast synd og angur Pæturs. Tað at hanin gelur, vísir eisini, at skjótt er dagur; minst tí hin síðsta, hin ræðuliga dómadag, hvørja ferð tú hoyrir hanan gala!? Mánaðurin, ið tey ætlaðu at steðga har, var nú úti; tí søgdu tey við húsfólkið, at teimum dámdi best at fara longri. Tá segði Jósef við mammu sína: ?Nú mást tú ikki gloyma at senda boð til Útleggjaran og biðja hann gera so væl at lata Djarvan koma til okkara og vera fylgismann okkara ferðina at enda.? ?Tað var gott, drongur mín,? svaraði hon; ?hatta mundi eg gloymt.? Hon skrivaði tá eitt bønarbræv og bað Árvaknan, portaran, senda tað við onkrum álítandi manni til góða vin sín, Útleggjaran. Og táið Útleggjarin hevði fingið brævið og lisið tað, sum í tí stóð, segði hann við tann, ið hevði borið honum tað: ?Far og sig við tey, at eg skal senda hann!? Táið húsfólkini, sum Kristina var hjá, sóu, at hon og hennara ætlaðu at fara longri, kallaðu tey øll í húsinum saman at veita Kongi teirra tøkk, at hann hevði sent teimum hesar gestir, sum høvdu verið teimum til slíkt gagn. Táið hetta var gjørt, søgdu tey við Kristinu: ?Skulu vit ikki vísa tær okkurt, sum tú kanst hugsa um á ferðini? Tað eru vit altíð von, táið pílagrímar eru her.? So leiddu tey Kristinu og synir hennara og Miskunn inn í eitt lítið kamar og vístu teimum eitt av teimum súreplunum, sum Eva át av, sum hon eisini gav manni sínum, og sum tey bæði vórðu rikin út úr Paradísi fyri at hava etið av. Tey spurdu Kristinu, hvat hon helt hetta vera. Hon svaraði: ?Eg dugi ikki at siga, um hatta er matur ella eitur; tað er annað.? Tey greiddu henni tá frá tí, og hon rætti upp hendurnar av undran ( Mós. Róm. ). So fóru tey eina aðrastaðni við henni og vístu henni Jákups stiga ( Mós. ). Nakrir einglar gingu júst tá upp ígjøgnum hann; Kristina helt á at standa og hyggja eftir einglunum, og tað sama gjørdu hini. Tey fóru nú eina aðrastaðni at vísa teimum nakað annað; men Jákup segði við mammu sína: ?Góða, bið tey steðga eitt sindur longur! Hetta er so sjáldsamt at síggja.? So varð afturvent, og tey stóðu hugtikin av hesi føgru sjón (Jóh. ). Síðani tóku tey tey við til eitt annað stað, og har hekk eitt akker av gulli, sum tey bóðu Kristinu taka niður; ?tí,? søgdu tey, ?tit skulu hava tað við tykkum; tað er so heilt neyðugt hjá tykkum at hava tað, fyri at tit kunnu gera fast í tað innan fyri forhangið og verða liggjandi, um so skuldi borið á, at tit fingu harðveður á ferðini? (Heb. ). Og hetta vóru tey glað við at gera. So fóru tey við teimum á fjallið, sum Ábraham, faðir okkara, ofraði Ísak, son sín, á, og vístu teimum altarið, viðin, eldin og knívin; tí hetta er til skjals enn í dag. Táið tey høvdu sæð hetta, rættu tey upp hendurnar og søgdu: ?Á, sum tann maður, Ábraham, elskaði Harra sín og avnoktaði seg sjálvan!? Táið tey høvdu víst teimum alt hetta, fylgdi Vit teimum inn í matarhøllina; har vóru ljóðfør, sum hon spældi á og sang fyri teimum henda vakra songin um tað, ið hon hevði víst teimum: ?Tit epli Evu sóu her, vit vístu tykkum tað; og so tit hava einglarnar á Jákups stiga sæð. Men um tað tykist vera stórt eitt akker gylt at fá at ofra alt sum Ábraham, tað málið vera má.? Nú bankaði onkur upp á portrið, og táið portarin læt upp, var tað Djarvur, ið komin var. Og tann gleði, táið hann kom inn! Tí teimum kom so livandi í hug aftur, hvussu hann stutt síðani hevði dripið Grumman Blóðmann gamla, risan, og bjargað teimum undan leyvunum. Djarvur segði við Kristinu og Miskunn: ?Harri mín hevur sent tykkum eina fløsku av víni hvørjari, somuleiðis nakað av bakaðum korni og eini tvey granatepli. Og dreingjunum hevur hann sent nakað av fikum og rosinum. Hetta skulu tit hava at styrkja tykkum við á ferðini.? Tey hildu nú avstað, og Vit og Gudsfrykt fóru við teimum. Í tí tey fóru út um portrið, spurdi Kristina portaran, um nakar var farin fram við her stutt síðani. Hann svaraði: ?Nei; tað er nakað síðani, at ein kom framvið, sum segði mær, at eitt stórt rán var útint tá nýliga á landavegi Kongs, sum tit ferðast eftir. Men ránsmenninir eru tiknir og fáa skjótt dóm sín.? Tá kom ræðsla á Kristinu og Miskunn; men Matteus segði: ?Óttast ikki, mamma! Eingin vandi er, so leingi sum Djarvur er við okkum sum fylgismaður.? Síðani segði Kristina við portaran: ?Harri! Eg eri tær ógvuliga takksom fyri alla ta vælvild, ið tú hevur víst mær, síðani eg kom higar, og eisini fyri ta góðsku og tann kærleika, ið tú hevur víst synum mínum; eg biði teg tí taka hesa lítlu gávu sum tekin um, hvussu nógv eg virði teg.? Og so stakk hon honum eitt tíggjukrónustykki í hondina. Hann bukkaði djúpt og segði: ?Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki høvdi tínum fattast olju! (Præd. ). Livi Miskunn og doyggi ikki ( Mós. ), og verk hennara verði ikki fá!? Og við dreingirnar segði hann: ?Flýggið frá ungdómslystunum ( Tim. ), stevnið eftir gudsótta saman við teimum, sum eru álvarsom og vís! Tá skulu tit gleða hjarta móður tykkara og fáa rós frá øllum, sum eru siðilig.? Tey takkaðu nú portaranum og fóru avstað. So sá eg í dreyminum, at tey gingu, inntil tey komu niðan á eggina; tá kom Gudsfrykt nakað í hug, og hon rópti: ?Á, nú gloymdi eg tað, ið eg ætlaði at geva Kristinu og teimum, sum eru í fylgi við henni! Eg skal fara oman aftur eftir tí.? Táið hon var farin, tykti Kristinu, at hon hoyrdi í eini lund eitt sindur høgrumegin vegin eitt sjáldsama vakurt lag verða sungið; orðini vóru nakað so: ?Bert gott og miskunn fylgja skal mær allan lívsins dag, og í Guds húsi eigi eg í ævirnar ein stað.? Hon helt á at lurta, og henni tykti, at hon hoyrdi eitt annað svara: ?Ja, Gud er góður, Harri vár, og ævigt føst hans náði er; hans trúfesti ei svíkja kann, um annars alt umskiftist her.? Kristina spurdi nú Vit, hvørji tey vóru, sum sungu hesi sjáldsomu løg (Hás. ). ?Tað eru fuglarnir her í landinum,? svaraði hon; ?tað er sjáldan, at teir syngja hesi løgini; helst er tað um várið, táið blómurnar springa út, og sólin skínur heit; men tá kanst tú hoyra teir allan dagin. Eg fari mangan at lurta eftir teimum, og ofta hava vit teir tamar heima við hús. Teir eru góðir at hava hjá sær, táið ein er tungur í huga, og teir gera einsligar skógir og lundir hugnalig at ganga í.? Nú var Gudsfrykt afturkomin, og hon segði við Kristinu: ?Hygg, her havi eg við til tín eina frágreiðing um alt tað, ið tú hevur sæð í húsi okkara; hesum kanst tú lesa í, táið tú sært, at tú ert gloymsk, og soleiðis minna teg aftur á hetta og byggjast upp og troystast av tí.? Tey byrjaðu nú at ganga av fjallinum oman í Eyðmýkingardal. Ógvuliga bratt var oman av fjallinum, og gøtan var hál; men tey ansaðu sær væl og komu so oman í øllum góðum. Táið tey vóru komin oman í dalin, segði Gudsfrykt við Kristinu: ?Hetta er staðið, har sum maður tín hitti hin ónda djevulin Apollyon, og hin ógvuligi bardagin stóð teirra millum. Eg kann ætla, tú hevur hoyrt um tað. Men óttast ikki! So leingi sum tú hevur Djarvan til undangongumann og fylgissvein, vóna vit, at tykkum ikki gongst so illa.? Táið so hesar báðar høvdu givið pílagrímarnar upp til fylgismann teirra og umsorgan hansara, helt hann fram við teimum, og genturnar fóru heimaftur. Nú segði Djarvur: ?Okkum nýtist ikki at óttast fyri hesum dali; tí her er einki, sum kann volda okkum mein, um vit ikki sjálv draga tað oman yvir okkum. Víst hitti Kristin Apollyon her og hevði ein harðan bardaga við hann; men tað komst av, at hann snávaði, táið hann gekk oman av fjallinum; tey, sum snáva har, mugu vænta sær stríð her. Av hesum hevur dalurin fingið so ringt navn; tí táið fólk yvirhøvur hoyrir, at okkurt ræðuligt hevur hent onkun á slíkum staði, so fáa tey ta trúgv, at óndir djevlar ella andar spøkja har, hóast tað, tí verri, er fyri teirra egnu gerðir, at slíkt fellur á summi har. Hesin Eyðmýkingardalur er í sær sjálvum eitt so fruktbart stað sum nakað, og eg eri vissur í, at hittu vit bert á tað rætta, so kundu vit onkustaðni her nærindis komið fram á okkurt, sum hjálpti okkum at skilja, hví Kristin var fyri so hørðum álopi á hesum staði.? Tá segði Jákup við mammu sína:?, Hygg, har yviri stendur ein stólpi, og tað sær út, sum nakað er skrivað á hann! Latið okkum fara og síggja, hvat tað er!? Tey fóru tá hagar og sóu, at skrivað stóð: ?Tað at Kristin snávaði, áðrenn hann kom higar, og tí kom í harðan bardaga her, veri teimum ein ávaring, sum eftir koma!? ?Hyggið,? segði fylgismaður teirra, ?segði eg tykkum ikki, at okkurt mundi vera her á leið, sum segði frá, hví Kristin var fyri so hørðum álopi her!? So vendi hann sær til Kristinu og segði: ?Kristin var ikki meiri at lasta enn mangur annar, sum var fyri sama óhappi; tí lættari er at ganga niðan á hetta fjall enn oman av tí, og tað kann ikki sigast um mong fjøll í hesum londum. Vit skulu kortini ikki tosa meiri um tann góða mannin; hann hvílir nú, og hann vann eisini vorðið sum sigur av fígginda sínum. Hann, sum har uppi býr, hann gevi, at okkum ikki gongst verri enn honum á royndarstund okkara. Men uppaftur viðvíkjandi hesum Eyðmýkingardali ongastaðni her á leið er so góð og fruktbar mold sum her; hetta er feitilendi, og hyggið bert allar hesar grønu eingir! Ein, sum kemur higar um summarið, sum vit nú, og einki veit um dalin frammanundan dámar honum væl at síggja tað, ið vakurt er, so kann hann sanniliga fáa tað at síggja her! Hygg, hesin grøni dalur, skrýddur við liljum! Eg veit mangan slitmann, sum hevur vunnið sær ein góðan eigindóm í Eyðmýkingardali Gud stendur jú hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði (Hás. Ják. Pæt. ) tí her er, sum sagt, ikki smávegis fruktbart, og her ber til at savna so við og við (Orðt. ). Summi hava eisini ynskt eftir, at vegurin til hús Faðirs teirra gekk beint hiðani, og at tey ongar trupulleikar skuldu havt meir við at farið um hæddir og fjøll; men vegurin er, sum hann er, og ein endi er á honum.? Sum tey nú gingu og tosaðu, raktu tey við ein drong, sum sat hjá seyði faðirs síns. Drongurin var sera fátæksliga klæddur, men væl dæmdur og blídligur á at líta, og hann sat og sang fyri seg sjálvan. ?Lurtið nú eftir tí, ið seyðadrongurin syngur!? segði Djarvur, og táið tey fóru at lurta, hoyrdu tey hesi vers: ?Tann, lágt er staddur, fellur ei, ei stolt er lágtstødd sál; tí eyðmjúka er Harrin nær og leiðir hann á mál. Guds náði míni sál er nokk, hon vil ei vera rík; tað sinnalag eg biði um, tí Harrin frelsir slík. Góðs tyngir bert ein pílagrím á hesi vandaferð; her lítið nógv í hini verð, tað besti lutur er.? Djarvur segði nú: ?Hoyra tit hann?? Eg tori siga, at hesin drongur hevur eitt glaðari lív og goymir í brósti sínum meiri av hjartafriði enn tann, sum gongur í silki og floyali. Men aftur til tað, sum vit tosaðu um í áðni. Í hesum dali hevði Harri okkara áður summarhús sítt, og her dámdi honum ógvuliga væl at vera; at ganga á eingjunum her var gleði hansara; hann helt luftina her vera so frálíka. Haraftrat kann ein her vera burtur frá ganginum og skundinum, sum lívið ber við sær; øll ríki eru full av gangi og ruðuleika; eina á hesum einsliga staði, í Eyðmýkingardali, er einki slíkt. Her verður ein ikki hindraður í at fullkomast, sum hann aloftast verður aðrastaðni; í henda dal kemur eingin uttan tann, ið elskar pílagrímslívið. Og hóast Kristin var fyri tí óhappi at hitta Apollyon her og koma í so harðan bardaga við hann, so skal eg tó siga tykkum, at í forðum tíðum hava menn hitt einglar her (Hos. ); teir hava her funnið perlur og hava á hesum staði funnið lívsorðið. Segði eg, at Harri okkara hevði áður summarhús sítt her, og at honum dámdi so væl at ganga her? Eg skal leggja aftrat, at hann hevur vissað teimum, sum ferðast um henda dal og hava tilhald her, eina árliga inntøku og henda inntøka verður teimum trúliga goldin tíð eftir tíð, so tey kunnu hava hana at liva av á vegnum, og fyri at elva teimum til at halda fram pílagrímsferðina.? Sum tey nú gingu longri, segði Sámal við Djarvan: ?Harri, nú veit eg altso, at tað var her í dalinum, pápi og Apollyon vóru í bardaga; men hvar á leið stóð stríðið? Dalurin er jú stórur, dugi eg at síggja.? Djarvur: ?Pápi tín og Apollyon brustu saman einastaðni har yviri, framman fyri okkum, á eini trongari rás tætt hinumegin Gloymskufløtu. Tað er eisini vandamiklasta stað á øllum hesum leiðum. Tí koma pílagrímar í heitan bardaga, so er tað altíð, tí teir gloyma tað, ið teimum er givið, og hvussu teir als ikki hava tað uppiborið. Eisini onnur hava verið illa stødd har; men vit skulu tosa meiri um tað staðið, táið vit koma hagar; eg ivist ikki í, at okkurt merki sæst eftir bardagan enn í dag ella okkurt minnismerki, sum sigur frá, at ein slíkur bardagi hevur verið har.? Tá segði Miskunn: ?Eg haldi, at eg kenni meg líka væl í hesum dali, sum eg havi gjørt nakrastaðni á ferð míni; eg haldi, at hetta staðið samsvarar við lyndi mítt. Mær dámar so væl at vera, har sum einki óljóð er av vognum, og einki hestatramp. Her haldi eg, at tú kanst uttan at verða órógvaður hugsa um, hvat hann er, hvaðani hann er komin, hvat hann hevur gjørt, og hvat Kongur hevur kallað hann til. Ja, her kanst tú hugsa, so hjartað verður bloytt, og andin bráðnar í honum, ja, inntil eygu hansara verða lík hyljunum í Hesbon (Hás. ); tey, sum á beinan hátt ganga gjøgnum henda táradalin, gera hann til eitt kelduríkt stað (Sálm. ), og regnið, ið Gud sendir niður av himli á tey, ið her eru, fyllir eisini hyljarnar. Tað er eisini her í dalinum, at Kongur skal geva sínum egnu víngarðar teirra, og tey, sum ganga gjøgnum hann, skulu syngja (Hos. ), sum Kristin gjørdi, hóast hann hitti Apollyon. ?Tað er satt,? segði fylgismaður teirra; ?eg havi mangan farið gjøgnum henda dal og havi ongastaðni havt tað betri enn her. Eg havi eisini fylgt mongum pílagrími, sum hevur sagt tað sama. ?Men til henda skal Eg venda eyga Mítt? sigur Kongur ?til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum?.? (Es. ). Nú vóru tey komin til staðið, har sum áðurnevndi bardagi hevði verið, og fylgismaðurin segði tá við Kristinu, synir hennara og Miskunn: ?Hetta er staðið; her stóð Kristin, og haðani kom Apollyon ímóti honum. Og hygg segði eg tær tað ikki! á hesum steinum sæst enn til blóðið av manni tínum! Og hyggið, her og har liggja enn á hesum staði petti av brotnu pílum Apollyons! Hyggið eisini sporini eftir teimum í jørðini, sum teir hava barst, og hvørgin hevur viljað dvínað, og hvussu teir enntá hava klovið steinarnar sundur, táið teir hava høgt og rakt skeivt! So sanniliga stóð Kristin sum ein maður her; sjálvur Herkules kundi ikki staðið menniligari, um hann var her. Táið sigur var vunnin á Apollyon, flýddi hann til næsta dalin, Deyðaskuggadal, sum hann kallast, og sum vit nú skjótt koma í. Hyggið, har yviri stendur eisini eitt minnismerki, sum rist er á ein frágreiðing frá hesum bardaga, og hvussu Kristin sigraði, sær til heiður gjøgnum allar øldir!? Við tað at minnismerkið stóð við vegin heilt nær hjá teimum, fóru tey til tað og lósu tað, sum har stóð skrivað; tað ljóðaði orðrætt so: ?Her tætt við stóð ein bardagi; tó sjáldsamt, satt tað er; teir, Kristin og Appollyon, hart brustu saman her. Og sum ein maður Kristin stóð, á fíggindanum vann; tí stendur hetta merki reist til heiður fyri hann.? Táið tey vóru farin fram við hesum staði, komu tey, hagar sum Deyðaskuggadalur byrjaði. Hesin dalur var longri enn hin, og har spøkti á løgnasta hátt alt, ið ilt var, sum mangur kann bera vitnisburð um; men hesar kvinnur og hesir dreingir sluppu lættligari gjøgnum hann, við tað at tey høvdu Djarvan til fylgissvein. Táið tey vóru komin inn í dalin, tyktust tey hoyra eitt geva seg líkasum eitt menniskja, ið doyr; tað gav seg ógvuliga hart. Teimum tykti eisini, at tey hoyrdu neyðarróp sum frá onkrum í sterkastu pínu. Hetta fekk dreingirnar at pipra, og eisini kvinnurnar bliknaðu og ræddust; men fylgismaður teirra bað tær hava gott treysti. So gingu tey eitt sindur longri; tá tókti teimum at kenna jørðina skelva, sum hon hevði verið opin innan undir teimum; eisini hoyrdu tey eitt físandi ljóð sum frá eiturormum; tó sóu tey enn einki. Nú søgdu dreingirnir: ?Eru vit ikki skjótt við endan á hesum ræðuliga staði?? Men fylgismaðurin bað tey hava gott treysti og ansa sær væl, meðan tey gingu, at tey komu ikki føst í onkra snerru. Jákup fór nú at kenna seg sjúkan; men eg haldi, at tað, ið bagdi, var, at hann ræddist. Mamma hansara gav honum tá at drekka av tí, sum var í fløskuni, ið hon hevði fingið í húsi Útleggjarans, og tríggjar pillarar av teimum, ið Dugnaligur hevði gjørt til. Tá ressaðist drongurin aftur. Tey hildu so fram, inntil tey komu í miðjan dalin. Tá segði Kristina: ?Mær tykir at síggja nakað har yviri á vegnum framman fyri okkum, nakað við eini útsjónd, sum eg ikki havi sæð áður.? Jósef spurdi nú: ?Hvat er tað, mamma?? ?Nakað ræðuligt, barnið,? segði hon, ?nakað ræðuligt!? ?Men hvørjum líkist tað, mamma?? spurdi hann. ?Eg dugi ikki at siga, hvørjum tað líkist,? svaraði hon, ?og nú er tað stutt frá okkum.? Og so segði hon: ?Nú er tað beint her!? ?Nú,? segði Djarvur, ?tey, sum mest ræðast, skulu halda seg tætt hjá mær.? Hetta ónda kom tá nærri, og fylgismaðurin fór ímóti tí; men júst sum tað kom tætt til hansara, hvarv tað, og eingin av teimum sá tað longur. Tá kom teimum í hug tað, ið áður varð sagt: ?Standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!? (Ják. ). Tey vóru eitt sindur lættari um hjartað, sum tey nú hildu leiðina fram. Men ikki høvdu tey gingið langt, táið Miskunn var hyggjandi aftur um seg, og tá tykti henni, at hon sá eitt koma ginandi aftan á teimum; tað líktist mest eini leyvu og brølaði við hulisligari rødd; hvørja ferð tað brølaði, hoyrdist ekkóið í dalinum, og hetta fekk hjørtuni at biva í øllum uttan í honum, sum var fylgismaður teirra. Sum tað nærkaðist, læt Djarvur tey øll fara fram um seg og gekk sjálvur aftastur. Leyvan kom fram á tey við nógvari ferð, og Djarvur gjørdi seg til at berjast við hana; men táið hon sá, at tað var álvara, at mótstøða fór at verða gjørd, helt hon undan og kom ikki nærri ( Pæt. ). Nú hildu tey uppaftur ferðina fram, og fylgismaður teirra gekk á odda. Tey komu tá at einum djúpum holi, sum var grivið tvørtur um allan vegin, og áðrenn tey fingu farið tvørtur um tað, fall tjúkkur mjørki og ógvuligt myrkur á tey, so tey sóu einki. Tá søgdu pílagrímarnir: ?Nú varð illa vorðið! Hvat skulu vit gera?? Men Djarvur svaraði: ?Ræðist ikki! Standið still, so skulu tit síggja, at ein útvegur er úr hesum við!? Tey steðgaðu tá har, og vegurin var jú heldur ikki gongdur. Teimum tókti nú enn skilligari at hoyra gangin og óljóðið frá fíggindanum; eisini sást nú nógv meiri til eldin og roykin, sum kom upp úr holinum. Kristina segði tá við Miskunn: ?Nú síggi eg, hvat neyðar maður mín mátti ganga ígjøgnum; eg havi hoyrt nógv um hetta stað, men aldri verið her áður. Neyðar maður! Hann gekk her einsamallur á náttartíð, ja, hann hevði nátt mestsum allan vegin, og fíggindarnir kringsettu hann samt og javnt, sum teir skuldu skrætt hann sundur. Mangur hevur tosað um tað; men eingin hevur verið førur fyri at sagt frá, hvussu Deyðaskuggadalur er, fyrrenn hann hevur verið í honum sjálvur. ?Hjartað kennir sjálvt beisku sorg sína, og í gleði tess blandar eingin fremmandur seg? (Orðt. ). Her er ræðuligt at vera!? Djarvur: ?Hetta er sum at dríva handil á stórum vøtnum ella sum at fara út á djúpið (Sálm. ); hetta er sum at vera mitt í havinum og sum at søkka niður til grundvøllirnar undir fjøllunum; tað tykist, sum sláirnar í jørðini eru læstar eftir okkum í allar ævir (Jónas ). Táið hann gongur í myrkri, og einki ljós lýsir honum, líti hann tá á navn Harrans og styðji seg á Gud sín! (Es. ). Eg fyri mín part havi, sum áður sagt, so mangan gingið gjøgnum henda dal og havi íðuliga verið verri staddur, enn eg eri nú, og tó eri eg á lívi enn, sum tit síggja. Eg vil ikki rósa mær, tí eg havi ikki frelst meg sjálvur; men eg líti á, at vit skulu sleppa væl burtur úr hesum. Komið og latið okkum biðja hann um ljós, sum kann gera myrkur okkara ljóst (Sálm. ), og sum kann revsa, ikki bert hesar djevlarnar, men allar, sum í Helviti eru!? (Zak. ). So róptu tey til Gud og bóðu, og hann sendi ljós og fríaði tey út; tí nú var einki, sum forðaði teimum, tóat holið tætt frammanundan hevði byrgt veg teirra. Tó vóru tey ikki komin gjøgnum dalin enn. Tey hildu tí fram og nú kendu tey ein ræðuligan stink, sum næstan ikki var til at tola. Tá segði Miskunn við Kristinu: ?Her er ikki so stuttligt at vera sum við portrið ella hjá Útleggjaranum ella í húsinum, sum vit gistu í seinast.? ?Á men,? segði ein av dreingjunum, ?tað er tó ikki so ringt at ganga gjøgnum henda dal, sum tað hevði verið at búð her altíð, og hvør veit, um ikki ein grundin til, at vit noyðast at fara henda vegin til bústaðin, ið okkum er gjørdur til reiðar, er, at heimið skal vera okkum so mikið søtari!? ?Væl sagt, Sámal!? svaraði fylgismaðurin; ?tú talaði sum ein maður.? ?Ja, og komi eg einaferð burtur aftur hiðani,? segði drongurin, ?so haldi eg, at eg fari at vera takksamari fyri ljós og góðan veg, enn eg nakrantíð í lívinum havi verið.? Tá segði fylgismaðurin: ?Tað verður ikki leingi, inntil vit koma burtur hiðani.? Tey gingu tá longri, og nú segði Jósef: ?Síggja vit ikki endan á dalinum enn?? Men Djarvur segði: ?Ansið eftir, hvar tit stíga, tí vit eru nú skjótt millum snerrur!? Hetta gjørdu tey og hildu fram; men snerrurnar vóru teimum til nógvan ampa. Meðan tey gingu har millum snerrurnar, raktu tey við ein mann, sum var kastaður í grøvina vinstrumegin; hann var rivin og skræddur um allan kroppin. Tá segði fylgismaður teirra: ?Hetta var ein, sum æt Óansin, og sum fór henda vegin; hann hevur ligið har leingi. Ein, sum æt Ver Varin, fylgdist við honum, táið hann varð tikin og dripin; men Ver Varin slapp við lívinum. Lítið vita tit, hvussu mong ið dripin eru á hesi leið, og tó eru fólk so tápuliga mótað, at tey halda avstað á pílagrímsferð, sum tað hevði verið lítið fyri, og við ongum fylgismanni. Neyðar Kristin! Tað var eitt undur, at hann varð ikki dripin her; men hann var elskaður av Gudi sínum, annars hevði hann aldri sloppið undan.? Nú nærkaðust tey endanum á vegnum, og júst har sum Kristin hevði sæð eina holu, táið hann kom framvið, kom ein risi, sum æt Hamar, ímóti teimum. Hann hevði til arbeiðis at spilla ungar pílagrímar við lærustríði. Hann rópti nú á Djarvan og segði við hann: ?Hvussu mangan hevur tú ikki fingið forboð fyri at gera slíkt!? ?Gera hvat?? spurdi Djarvur. ?Gera hvat!? tók risin upp aftur; ?fullvæl veitst tú, hvat eg meini; men eg skal gera enda á virki tínum!? ?Men,? segði Djarvur, ?áðrenn vit fara at berjast, áttu vit tó at vitað, hvat stríðið stendur um.? Kvinnurnar og dreingirnir stóðu nú har og pipraðust og vistu ikki, hvat tey skuldu gera. ?Tú rænir landið,? segði risin, ?og tað sum hin versti ránsmaður!? ?Hatta er bert ein tóm skuldseting,? svaraði Djarvur; ?sig fram, hvat serligt tú hevur at klaga meg fyri!? Tá segði risin: ?Tú bert teg at sum ein, ið rænir fólk; tú sankar saman konufólk og børn og fert út í fremmant land við teimum og gert soleiðis ríki harra míns veikari.? Men Djarvur svaraði: ?Eg eri tænari hjá Himmalsins Gudi; arbeiði mítt er at fáa syndarar at venda við. Eg havi fingið boð um at gera alt tað, ið eg kann, fyri at venda monnum, kvinnum og børnum úr myrkri í ljós og frá Satans valdi til Gud. Og er tað so, at hetta er grundin til stríð okkara millum, so lat okkum fara at berjast, altíð táið tú vilt!? Nú herjaði risin á, og Djarvur helt ímóti honum og dró svørðið; risin var vápnaður við gassa. Teir brustu so saman, uttan at meiri varð talað, og við fyrsta slagnum frá risanum fall Djarvur á annað knæið. Tá fóru kvinnurnar og dreingirnir at rópa. Men Djarvur menti seg aftur og legði á hin av allari megi og særdi hann í armin. Soleiðis bardust teir ein heilan tíma, og tað í slíkari øði, at andin úr nøs risans var at síggja sum dampurin úr einum kókandi ketli. Teir settust tá at hvíla seg, og nú tók Djarvur at biðja; men kvinnurnar og børnini bara suffaðu og grótu, alla tíðina sum bardagin vardi. Táið teir høvdu hvílt seg og vóru hildnir uppat at tiva, fóru teir aftur at berjast, og nú feldi Djarvur risan til jarðar við einum høggi. ?Nei, steðga, lat meg sleppa aftur á føtur!? segði hann, og Djarvur var so mansligur, at hann játtaði honum hetta. Men táið teir nú brustu saman aftur, vantaði lítið á, at risin soraði høvdið á Djørvum við gassanum. Táið Djarvur sá hetta, rendi hann ímóti honum av øllum alvi og stakk hann inn undir fimta rivið. Nú misti risin allan mátt og fekk ikki barst longur, og Djarvur reiggjaði uppaftur svørðið og høgdi høvdið av honum. Tá róptu kvinnurnar og dreingirnir av gleði, og eisini Djarvur lovaði Gudi fyri frelsuna, ið hann hevði veitt. Síðani reistu tey ein minnisvarða og festu høvd risans á hann, og niðriundir skrivaðu tey við skilligum bókstøvum, so øll ferðafólk kundu lesa tað: ?Hann pílagrímum meinur var, sum hetta høvd sat á, teim forðaði og skeldaði hvønn ferðamann, hann sá. Sum fylgismaður higar kom eg, Djarvur, so ein dag, og nú ger risin mein ei meir, hann fall á hesum stað.? Nú sá eg, at tey gingu, inntil tey komu at einum heyggi, sum var laðaður upp nakað haðani, fyri at pílagrímar kundu hava útlit yvir landið har rundanum. Haðani var tað, Kristin fyrstu ferð bar eyga við Trúfastan, bróður sín. Uppi á hesum heyggi settust tey at hvíla seg, og her fingu tey sær at eta og drekka og gleddu seg um, at tey vóru fríað frá einum slíkum vandamiklum fígginda. Sum tey nú sótu har og fingu sær at eta, spurdi Kristina fylgismann teirra, um hann einki mein hevði fingið av bardaganum. ?Nei,? segði hann, ?bert eitt lítið sár, og tað er minni enn so, at eg fái mein av tí; heldur er tað eitt prógv fyri, hvussu góður eg eri við Harra mín og við tykkum, og tí skal tað av náði nøra um løn mína í endanum.? Kristina: ?Men ræddist tú ikki, góði harri, táið tú sást hann koma við gassanum?? Djarvur: ?Tað er skylda mín einki álit at hava á míni egnu megi, fyri at eg kann líta á hann, sum er sterkastur av øllum.? Kristina: ?Men hvat hugsaði tú, táið hann feldi teg til jarðar við fyrsta slagi?? Djarvur: ?Nú eg mintist, at eisini hetta hendi í tænastu Harra míns, og at hann er tann, sum er sigurharri í endanum.? Matteus: ?Tit kunnu nú øll halda, hvat tit vilja, men eg haldi, at Gud hevur verið okkum undurfult góður, sum bæði hevur leitt okkum út úr hesum dali og fríað okkum úr hondini á einum slíkum fígginda. Eg dugi fyri mín part onga grund at síggja til, at vit nakrantíð aftur skulu ivast um Guds hjálp, síðani hann nú og tað á slíkum plássi hevur givið okkum henda vitnisburð um kærleika sín.? Tey reistust nú og fóru aftur til gongu. Nakað framman fyri tey stóð ein eik, og táið tey komu at henni, sóu tey ein gamlan pílagrím liggja undir henni í fasta svøvni; at hann var pílagrímur, sást av klæðum, stavi og belti hansara. Fylgismaðurin, Djarvur, vakti hann nú, og í tí hesin gamli læt sundur eyguni, rópti hann: ?Hvat vilt tú mær? Hvør ert tú, og hvat hevur tú her at gera?? Djarvur: ?Nú, nú, maður, ver ikki so illførur! Vit eru øll vinir tínir.? Men hesin gamli maðurin leyp á føtur, til reiðar at verja seg, og vildi hava at vita frá teimum, hvørji tey vóru. Tá segði fylgismaðurin: ?Eg eiti Djarvur, og eg fylgi hesum pílagrímunum, sum eru á ferð til hin himmalska Staðin.? Ærligur tí so æt hesin gamli maðurin segði nú: ?Tú mást fyrigeva mær; eg hugsaði, tú vart ein av teimum, sum nakað herfyri rændu pengarnar frá Trúarveikum; men nú skilji eg betur, eg síggi, tit eru rættiligari fólk enn so ? Djarvur: ?Men hvat hevði tú gjørt og hvat hevði tú fingið gjørt fyri at bjarga tær, um vit høvdu hoyrt til hin ránsmannaflokkin?? Ærligur: ?Gjørt? Ja, eg hevði barst, so leingi sum ondin var í mær; og gjørdi eg tað, so eri eg vísur í, at eingin skuldi fingið meg at lútað; tí ein kristin kann aldri verða feldur, uttan hann sjálvur gevur seg undir.? Djarvur: ?Væl sagt, Ærligur faðir! Av hesum dugi eg at síggja, at tú ert ein av tí rætta slagnum; tí tú sigur sannleikan.? Ærligur: ?Og eg hoyri eisini av tær, at tú veitst, hvat tað vil siga av sonnum at vera á pílagrímsferð; øll onnur halda jú, at eingin er so skjótur at lúta sum vit.? Djarvur: ?Men eftir sum tað var so heppið, at vit hittust, so ger so væl og sig mær, hvat tú eitur, og hvaðani tú ert!? Ærligur: ?Navn mítt kann eg ikki siga tær; men eg eri ættaður úr einum býi, sum eitur Býttisskapur, og sum er einar fýra mílir frá Undirgangsstaði.? Djarvur: ?Ja, so, tú ert haðani av leið! So hugsi eg næstan, at eg veit, hvør tú ert; tu ert Ærligur gamli, ikki so?? Tá rodnaði hin gamli heiðursmaðurin og segði: ?Ja, víst eiti eg Ærligur; men harvið er ikki sagt, at lyndi mítt er so; eg vildi, at eg kundi svarað til navn mítt. Men, góði harri, hvussu kundi tú gita, at eg var tann, ið eg eri, táið eg komi av einum slíkum plássi?? Djarvur: Eg havi hoyrt um teg áður; harri mín hevur nevnt teg; hann veit jú alt, sum á jørðini verður gjørt. Men eg havi mangan undrast á, at nakar kann koma úr staði tykkara; tí hann er verri enn sjálvur Undirgangsstaður.? Ærligur: ?Ja; vit búgva longri frá sólini, og tí eru vit kaldari og kensluleysari enn onnur; men um so ein maður var í einum ísfjalli, so hevði kortini frysta hjarta hansara tánað, táið Rættvísisólin reis yvir honum. Og soleiðis var við mær.? Djarvur: ?Eg trúgvi tí, Ærligur faðir, eg trúgvi tí! Eg veit, at hatta er satt.? Nú heilsaði Ærligur gamli øllum pílagrímunum við heilagum kærleikskossi og spurdi tey, hvat tey itu, og hvussu teimum hevði gingist, síðani tey hildu avstað á pílagrímsferðina. Tá segði Kristina: ?Navn mítt manst tú hava hoyrt; hin góði Kristin var maður mín, og hesir fýra eru synir hansara.? Ikki trúgva tit, hvussu glaður hesin gamli heiðursmaður varð, táið hon segði honum, hvør hon var. Hann leyp av gleði, smíltist, vælsignaði tey við túsund góðum ynskjum og segði: ?Eg havi hoyrt nógv um mann tín og ferðir hansara og stríðið, ið hann fór ígjøgnum sína tíð. Tað kann eg siga tær til troyst, at navnið á manni tínum er á hvørjum munni í hesum pørtum av heiminum; trúgv hansara, mót hansara, alt, ið hann helt út, og sannhjartaða lív hansara, tað hevur alt gjørt navn hansara tiltikið.? So vendi hann sær til dreingirnar og spurdi, hvat teir itu, og teir søgdu honum tað. Og tá segði hann við teir: ?Matteus! Ver tú líkur Matteusi tollara, ikki í synd, men í dygd! Sámal! Ver tú líkur Sámuel profeti! Líkst honum í trúgv og bøn! Jósef! Ver tú líkur Jósefii í húsi Potifars, flýggja sum hann frá siðloysi og freisting! Jákup! Ver tú líkur Jákupi hinum rættvísa og líkur Jákupi, bróður Harrans!? Tey umtalaðu nú fyri honum Miskunn, og hvussu hon var farin av heimstaði sínum og frá skyldfólki sínum fyri at gera hesa ferð saman við Kristinu og synum hennara. Tá segði hesin gamli, ærligi maður: ?Miskunn er navn títt, og við miskunn skalt tú verða styðjað og leidd gjøgnum allar hesar trupulleikar, sum eru tær til mein á leiðini, inntil tú kemur, hagar sum tú skalt hyggja troystað inn í ásjón hansara, sum øll miskunn flýtur frá.? Alt hetta dámdi fylgismanninum, Djørvum, sera væl, og hann smíltist til felaga sín. Og sum tey nú hildu ferðina fram, spurdi hann tann gamla heiðursmannin, um hann kendi ein pílagrím av hesum leiðum, sum æt Bangafullur. ?Ja,? svaraði Ærligur, ?sera væl. Hann er ein maður, sum innast inni var av tí rætta slagnum; men eg havi fáar pílagrímar hitt alla mína tíð, sum slíkur trupulleiki hevur verið av.? Djarvur: ?Eg síggi, at tú kennir hann; tí tú málar hann av, sum hann av sonnum er.? Ærligur: ?Kenni hann! Vit hava havt nógv saman báðir. Eg fylgdist leingi við honum. Táið hann av fyrstum byrjaði at hugsa um, hvat ið fór at verða av okkum eftir hetta lív, var eg saman við honum.? Djarvur: ?Eg var fylgismaður hansara úr húsi Harra míns og líka at portrinum á Himmalstaðnum.? Ærligur: ?So kendi tú hann sum ein, ið nógvur trupulleiki var av.? Djarvur: ?Ja, ja! Men tað kundi eg væl bera; tí vit, sum eru settir til hetta arbeiðið, mugu tíðum fylgja slíkum sum honum.? Ærligur: ?Nú! Men ger tá so væl og lat okkum hoyra eitt sindur um hann og atburð hansara, meðan tú vart fylgismaður hansara!? Djarvur: ?Ja, hann óttaðist nú altíð fyri, at hann fór ikki at koma vegin fram, hagar sum hann tráaði eftir at koma. Alt, ið hann hoyrdi onkun tosa, loypti ótta á hann, bert nakað sindur av mótstøðu kendist í tí. Eg havi hoyrt, at hann lá yvir ein heilan mánað og venaði seg við Mótloysismýri og tordi ikki at vága uppá at fara yvirum, tóat hann sá ikki so fá onnur fara, og mangur beyð sær til at taka í hond hansara og leiða hann. Men venda aftur vildi hann kortini ikki. Hann segði, at náddi hann ikki Himmalstaðin, so doyði hann, og kortini misti hann mótið, hvørja ferð nakar trupulleiki kom, og hann datt um hvørt strá, ið onkur kastaði á veg hansara. Nú táið hann hevði ligið leingi við Mótloysismýri sum eg segði tær so vágaði hann sær ein sólskinsmorgun yvirum eg veit ikki, hvussu tað bar til og tað gekst væl; men táið hann var yvirum komin, fekk hann seg illa at trúgva tí. Eg haldi, hann hevði eina mótloysismýri inni í sær sjálvum, sum hann bar við sær, hvar hann fór; annars kundi hann ikki verið, sum hann var. So kom hann at portrinum, sum er, har sum vegurin byrjar tit vita, hvat eg meini við og har stóð hann uppaftur leingi, áðrenn hann tordi at banka uppá. Táið portrið varð latið upp, hevði hann seg aftur og gav øðrum pláss og segði, at hann var ikki verdur at fara inn, so at mangur, sum kom at portrinum aftan á honum, fór inn fyrrenn hann. Har stóð tá hesin neyðar maður piprandi og ivaðist; eg tori siga, at einum og hvørjum mátti tykjast synd í honum, sum sá hann. Endin varð, at hann tók hamaran, sum hekk á portrinum, og bankaði spakuliga eina ella tvær ferðir; ein læt honum tá upp; men hann hevði seg aftur sum áður. Hann, ið hevði latið upp portrið, fór tá út eftir honum og segði: ?Skelvandi maður, hvat er ynski títt?? Tá fall hann til jarðar. Hesin, sum tosaði við hann, undraðist á at síggja hann so máttleysan og segði við hann: ?Friður veri við tær! Reis teg, tí eg havi sett tær einar dyr opnar, kom inn, tí tú ert vælsignaður!? Nú reistist hann og fór skelvandi inn; men táið hann var inn komin, smæddist hann at vísa andlit sítt. Táið hann so eina tíð hevði notið blíðskapin har tit vita sjálv, hvussu har er varð hann biðin at halda fram ferð sína, og honum varð eisini sagt leiðina, ið hann skuldi taka. Hann gekk tá, inntil hann kom at húsum okkara; men sum hann hevði borið seg at við portrið, so bar hann seg at við dyrnar hjá Harra mínum, Útleggjaranum. Hann lá leingi har úti í kuldanum, áðrenn hann vágaði sær at banka uppá, og næturnar vóru langar og kaldar tá. Men venda aftur vildi hann ikki. Og tóat hann hevði við sær í barminum eitt bræv til Harra mín um, at hann skuldi taka ímóti honum og lata hann njóta alt gott í húsi sínum og eisini lata hann fáa ein raskan og djarvan mann við sum fylgissvein, við tað at hann var ein maður við so bangnum hjarta ja, so tordi hann kortini oman á alt hetta ikki at banka upp á dyrnar. Hann gekk tí aftur og fram har uttanfyri, inntil hann var nærum deyður í hungri, neyðar maður; ja, so mótleysur var hann, at hóast hann sá mong onnur fara inn, eftir at tey høvdu bankað uppá, tordi hann kortini ikki at vága sær tað. Endin varð, haldi eg, at mær var hyggjandi út av vindeyganum, og tá sá eg ein mann ganga aftur og fram fyri durunum. Eg fór út til hansara og spurdi, hvør hann var. Hann stóð har við tárum í eygunum, og eg skilti tá, hvat ið baggaði, og fór tí inn og segði frá. So bóru vit Harra okkara boð um hetta, og hann sendi meg út aftur at biðja mannin endiliga koma inn; men tað kann eg siga tykkum, at tað var ikki lítið fyri at fáa hann til tað. Endin varð tó, at hann kom inn, og tað má eg siga um Harra mín, at hann vísti honum ein undurfullan kærleika. Tað vóru bert nakrir fáir góðir bitar á borðinum; men summir vórðu lagdir á borðisk hansara. Nú vísti hann fram brævið, og táið Harri mín hevði lisið tað, segði hann, at ynski hansara skuldi verða uppfylt. Táið hann hevði verið har eina góða tíð, tyktist hann at fáa betri mót og vera eitt sindur troystaður. Tí Harri mín tað skulu tit vita er ein maður við eymum hjartalagi, serliga móti teimum, sum bangin eru, og tí var hann við hann á ein slíkan hátt, sum frægast kundi seta mót í hann. Nú táið hann so hevði sæð alt har á staðnum og var til reiðar at halda fram ferðina til Staðin, gav Harri mín honum eina fløsku við víni og nakað leskiligt at eta, soleiðis sum hann hevði givið Kristini áður. Vit hildu tá avstað báðir, og eg gekk undan. Men hann var ein ógvuliga tigandi maður; bert suffaði hann hart. Táið vit komu til staðið, har sum teir tríggir brotsmenninir vóru hongdir, segði hann, at hann óttaðist fyri, at hetta fór at verða hansara endi við. Bert táið hann sá krossin og grøvina, tyktist hann at vera glaður, og tað skal eg ikki dylja, at har vildi hann gjarna dvølja eina løtu í skoðan, og hann tyktist fyri eina tíð at fáa eitt sindur frægari mót. Táið hann kom til Torføra Fjall, stúrdi hann einki fyri tí, og ei heldur ræddist hann so mikið leyvurnar; tí tit mugu minnast, at slíkt gjørdi honum ikki stóran mun; nei, tað, ið hann óttaðist fyri, var, at hann skuldi ikki verða fagnaður til endan. Eg fekk hann inn í húsið Vakurleika áðrenn hann vildi sjálvur, haldi eg og táið hann var innkomin, gjørdi eg hann kunnigan við moyggjarnar har; men hann var smæðin og var ikki so nógv fyri at søkja felagsskap við nakran. Honum dámdi best at vera fyri seg sjálvan; tó helt hann nógv av uppbyggjandi tosi og plagdi mangan at standa fjaldur og lurta eftir tí. Eisini dámdi honum væl at síggja fornar lutir og grunda á teir fyri seg sjálvan. Hann segði mær seinni, at hann hevði so fegin viljað steðgað longur í teimum báðum húsunum, sum hann seinast hevði verið í húsinum við portrið og húsi Útleggjarans men at hann tordi ikki at vera so framligur at biðja um tað. Táið vit so fóru úr húsinum Vakurleika og oman av fjallinum í Eyðmýkingardal, gekst honum so væl at ganga, sum eg nakrantíð í lívinum havi sæð gangast nøkrum manni; tí hann legði lítið í, hvussu lágt hann varð settur, bert honum kundi vita væl við í endanum. Ja, og eg haldi, at hann eins og hevði eina samkenslu við henda dal; tí eg sá hann ongantíð á allari pílagrímsferðini betur hýrdan, enn hann var her. Hann plagdi at leggja seg niður og fevna jørðini og kyssa blómurnar, ið vuksu har í dalinum (Sorg. ). Nú var hann á fótum hvønn morgun í dimmalættingini og gekk aftur og fram í dalinum og gjørdi seg kunnigan við hann. Men táið hann kom, hagar sum Deyðaskuggadalur byrjar, hugsaði eg, at tað var úti við manni mínum, ikki tí hann hevði hug at venda aftur, tí tað beyð honum altíð ímóti, men tí hann mundi doyð av ræðslu. ?Á, spøkilsini taka meg, spøkilsini taka meg!? rópti hann, og tað var mær ógjørligt at fáa hann frá hesum. Har var slíkur gangur av honum, sum hann rópti, at høvdu tey bert hoyrt hann, hevði tað verið nóg mikið til at geva teimum treysti at koma og yvirfalla okkum. Men tað legði eg stórliga til merkis, at so stilt var har í dalinum, meðan hann ferðaðist ígjøgnum hann, sum eg hvørki fyri ella eftir havi vitað. Eg trúgvi vist, at tað var Harri okkara, sum helt fíggindunum har aftur og hevði givið teimum boð um at halda seg hampiligar, inntil Bangafullur var komin ígjøgnum dalin. Tað hevði nú verið ov troyttandi at sagt tykkum frá øllum; vit skulu tí bert nema við eina ella tvær hendingar aftrat. Táið hann var komin til Fáfongdarmarknað, hugsaði eg, at hann fór at geva seg í bardaga við alt fólkið á marknaðinum; eg óttaðist fyri, at høvdini vórðu sorað á okkum báðum, so heitur talaði hann móti øllum dárskapinum har. Í Gyklaða Landi var hann ógvuliga árvakin. Men táið hann kom at ánni, sum eingin brúgv var um, fall hann aftur í fátt. ?Nú,? segði hann, ?nú drukni eg um ævir og komi so aldri við gleði at skoða ta ásjón, sum eg havi ferðast so mangar mílir fyri at síggja!? Og her legði eg eisini til merkis nakað, sum sanniliga var vert at akta eftir: Áin var so grunn júst tá, sum eg aldri í lívinum havi sæð hana; vit vórðu ikki meir enn reiðiliga vátir um føturnar. Táið hann nú fór til gongu niðan ímóti portrinum, segði eg honum farvæl og ynskti honum góða móttøku har uppi. ?Tað fái eg, tað fái eg!? svaraði hann; so skiltust vit, og eg sá hann aldri aftur.? Ærligur: ?Tað sær altso út, sum honum gekst væl til endan.? Djarvur: ?Ja, ja! Eg ivaðist heldur aldri um hann. Ein sjáldan Andans maður var hann; hann var bert hildin so ógvuliga lágt alla tíðina, og tað voldi, at lív hansara var honum sjálvum so tungt og øðrum til slíkan trupulleika (Sálm. Róm. Kor. ). Ikki mangur varðaði seg so væl sum hann fyri at synda; hann var so ræddur fyri at volda øðrum fall, at hann mangan noktaði sær tað, ið loyviligt var, fyri at eingin skuldi taka sær ilt av honum.? Ærligur: ?Men hvat kundi vera grundin til, at ein so góður maður alla sína tíð skuldi vera so nógv í myrkri?? Djarvur: ?Tað eru tvey sløg av grundum fyri tí. Ein grundin er, at hin vísi Gud vildi tað so summi skulu floyta, summi gráta. Bangafullur var ein av teimum, sum spældu bassin; hann og felagar hansara blása hitt hornið, sum gevur sorgartónar meir enn allur annar tónleikur hóast summi siga, at bassurin ber allan tónleik. Og eg fyri mín part gevi ikki mikið fyri tann kristindóm, sum ikki byrjar við einum sundurbrotnum hjarta. Fyrsti strongurin, ið tónleikarin slær, táið hann ætlar at fáa spælið at ljóða væl, er vanliga bassurin. Og eisini Gud slær henda strongin fyrst, táið hann ætlar at spæla. Bangafullur hevði bert tann feil, at hann kundi einki annað spæla enn bassin fyrrenn tætt við endan á ferð síni. Eg geri meg so frían at tala hetta í myndum, fyri at tey ungu kunnu læra seg at hugsa, og tí at í Opinberingini eru tey frelstu sett fram fyri okkum sum eitt felag av tónleikarum, sum spæla á hørpum sínum og syngja songir sínar fyri hásætinum? (Op. ). Ærligur: ?Hann var ein ógvuliga ágrýtin maður; tað sæst av tí, ið tú hevur sagt frá. Illar andar, leyvur ella Fáfongdarmarknaðin óttaðist hann als ikki; bert synd, deyða og Helviti var tað, hann ræddist, við tað at hann var ikki fríur fyri at ivast, um hann mundi eiga arv í hinum himmalska Staði.? Djarvur: ?Júst so, sum tú sigur! Hatta var tað, ið voldi honum trupulleika, og tað komst, sum tú beint hevur skilt, av, at ein veikleiki var í sinni hansara hesum viðvíkjandi, ikki av andans veikleika viðvíkjandi at útinna sín part av pílagrímslívinum. Eg vági mær at trúgva, at hann, sum orðtakið sigur, hevði farið ígjøgnum eld, um hann forðaði leið hansara; men hetta, sum stóð honum í vegin, hevur enn eingin maður verið førur fyri lættliga at skakað av sær.? Nú segði Kristina: ?Eg havi fingið gagn av hesum, ið sagt er frá Bangafullum; eg hugsaði, at eingin var sum eg, men eg síggi, at hesin góði maður líktist mær. Bert í tveimum lutum var hann øðrvísi enn eg. Hann var so illa staddur, at hann fekk ikki tagt um tað; eg havi hildið ótta mín fyri meg sjálva. Hann var so nívdur niður, at hann fekk ikki í lag at banka uppá í herbergunum, sum vóru reist til at taka ímóti pílagrímum; tað, ið tyngdi á meg, fekk meg altíð at banka tess harðari.? Miskunn: ?Og skal eg lata upp hjarta mítt, so má eg siga, at nakað av tí, sum hann dróst við, hevur eisini búð í mær; tí eg havi eisini ræðst meiri fyri Eldsjónum og fyri at missa Paradís enn fyri at missa annað. Á, eg havi hugsað: ?Kann mær ognast tann lukka at eiga ein bústað í Paradísi, so er tað mær nóg mikið, um eg so missi alt, í heiminum er, fyri at vinna hann!? Matteus segði nú: ?Ótti var eisini tað, sum fekk meg at hugsa, at eg var langt frá at hava tað í mær, sum hoyrir til fyri at vera frelstur; men gekst so einum slíkum góðum manni sum honum, hví skal so ikki endi mín verða góður við!? ?Har sum eingin ótti er, har er heldur eingin náði,? segði Jákup. ?Víst eigur ikki ein og hvør náði, fyri tað at hann óttast fyri Helviti; men vissuliga eigur hann onga náði, sum ikki hevur ótta fyri Gudi.? Djarvur: ?Væl sagt, Jákup! Tú hitti beint; tí at óttast Harran er upphav vísdóms (Orðt. ), og sanniliga, tey, sum ikki hava byrjanina, hava hvørki miðjuna ella endan heldur. Men nú skulu vit lata vera nóg mikið tosað um Bangafullan og bert senda hetta farvæl aftan á honum: Gudsótti, Bangafullur, var títt ljós á lívsins veg; tú ræddist ilt, tú visti væl, tað sveik og vilti teg! Tú ræddist fyri Helviti á, gjørdu mong bert tað! Tí høvdu tey tað skil sum tú, tey sóu ei tað stað.? Nú sá eg, at tey hildu fram at tosa; tí táið Djarvur gavst at tosa um Bangafullan, fór Ærligur at siga teimum frá einum øðrum, sum æt Sjálvráðin. ?Hann segði seg at vera pílagrím,? segði Ærligur; ?men eg trúgvi ikki eina løtu, at hann var komin um portrið, sum stendur, har sum vegurin byrjar.? Djarvur: ?Tosaði tú nakrantíð við hann um tað?? Ærligur: ?Ja, meir enn eina og tvær ferðir; men hann var altíð sær sjálvum líkur sjálvráðin. Hann lurtaði ongum eftir og læt seg ikki yvirtala, tók heldur ikki eftir fyridømi. Tað, ið hann hevði lagt sær í høvdið, tað gjørdi hann, og annað fekst hann ikki at gera.? Djarvur: ?Men sig mær, hvat var áskoðan hansara? Eg kann ætla, at tú veitst tað.? Ærligur: ?Hann helt, at ein kundi eftirfylgja pílagrímunum, líka væl í tí skeiva, teir gjørdu, sum í tí góða, og at um hann gjørdi bæði, gjørdist hann kortini ivaleyst sælur.? Djarvur: ?Hvat! Hevði hann sagt, at enntá tí besta kann vera fyri at taka eftir tí skeiva, ið pílagrímar gera, líka so væl sum eftir tí góða, so var ikki so mikið at lastað hann fyri. Tí víst eru vit ikki avgjørt tryggjað móti nøkrum illum, uttan so er, at vit vakja og stríða. Men tað var ikki so, ið hann meinti, skilji eg; fataði eg teg beint, so segði tú, at hann helt tað vera loyviligt at eftirfylgja bæði tí skeiva og tí góða.? Ærligur: ?Ja, ja, tað var tað, ið eg meinti; so trúði hann, og so gjørdi hann.? Djarvur: ?Men hvørjar grundir hevði hann at siga so?? Ærligur: ?Ja hann segði seg at hava skriftina at styðja seg á.? Djarvur: ?Gott á teg, Ærligur, sig okkum nøkur dømi, ið hann dró fram!? Ærligur: ?Tað skal eg. Hann segði, at hava við konurnar hjá øðrum at gera, tað gjørdi Dávid, Guds elskaði, og tí kundi hann tað við. Og hann segði, at hava meir enn eina konu var nakað, sum Sálomon gjørdi, og tí kundi hann tað við. Lúgva segði hann tað gjørdu bæði Sára og tær gudsóttandi jarðarmøðurnar í Egyptalandi, somuleiðis Rahab, og tí kundi hann tað við. Eisini segði hann, at táið lærisveinarnir eftir Meistarans boði fóru og tóku ásinið, sum ein annar átti, so kundi hann gera so við. Og Jákup, segði hann, fekk jú arvarættin frá pápa sínum við svikum og órætti, og so kundi hann gera tað sama.? Djarvur: ?Sanniliga er hatta syndarligt; men ert tú vísur í, at hann meinti hatta av álvara?? Ærligur: ?Eg havi hoyrt hann verja hesar meiningar vítt og breitt og taka til skriftina fyri at prógva tær o.s.fr.? Djarvur: ?Hasum meiningum kann ein aldri her í verðini geva viðhald!? Ærligur: ?Tú mást ikki misskilja meg; hann segði ikki, at ein og hvør kundi gera slíkt, men at hann, sum hevði tær dygdir, ið hesir menn høvdu, hann kundi eisini gera tað skeiva, ið teir gjørdu.? Djarvur: ?Men hvat kann vera falskari enn eitt slíkt úrslit! Hatta er jú tað sama sum at siga, at eftir sum góðir menn fyrr í tíðini av veikleika hava syndað, so hevur ein nú loyvi at gera tað sama av fríum vilja, ella at táið eitt barn fýkur í eitt runudíki ein harðveðursdag ella dettur um ein stein í díkið og dálkar seg, so hevur ein loyvi at leggja seg av fríum vilja í rununa og velta sær í henni sum ein súgv. Hvør skuldi trúð, at nakar kundi verið so blindaður av girndarmegi! Men tað má síggjast at vera satt, ið skrivað stendur: ?Hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum til tað vóru tey eisini ætlað? ( Pæt. ). Og uppaftur hetta, at hann helt, at tey kundu hava dygdirnar hjá teimum góðu, sum geva seg til syndirnar, ið teir gjørdu tað er ikki minni falskt enn hitt. Tað er líka rættvíst, sum ein hundur skuldi sagt: ?Eg havi dygdirnar hjá barninum; tað má eg hava, við tað at eg leppi skarnið hjá tí.? At liva av syndini hjá Guds fólki (Hos. ) er ikki tekin fyri, at ein eigur dygdir teirra. Líka lítið dugi eg at trúgva, at ein, sum hevur slíka meining, kann samstundis trúgva á Gud og elska hann. Men eg kann ætla, at tú segði honum hvassliga ímóti. Ger so væl og sig mær, hvat hann hevði at verja seg við!? Ærligur: ?Ja, hann segði, at tað tyktist at vera ólíka ærligari at gera slíkt, táið ein helt seg hava loyvi til tað, enn at halda tað vera synd og kortini gera tað.? Djarvur: ?Eitt sera gudleyst aftursvar! Víst er tað ónt at geva lystunum leysar teymar, tóat ein veit, tað er skeivt; men at synda og verja syndina er verri. Hin fyrri verður víst við falli sínum øðrum orsøk til fall; men hin seinni leiðir tey í snerruna.? Ærligur: ?Mong eru samsint við henda mann, um tey so ikki tosa sum hann, og slík eru tað, sum volda, at pílagrímslívið verður so lítið virt.? Djarvur: ?Tað er satt, ið tú sigur, og tað er at harmast um, at so skal vera; men tann, ið óttast Kongin yvir Paradísi, sleppur úr hvørjari snerru.? ?Mangar sjáldsamar meiningar eru í heiminum,? segði Kristina; ?eg veit ein, sum segði, at tað var nóg tíðliga at venda við, táið vit skulu doyggja.? Djarvur: ?Ikki hava slík vísdóm til avlops. Hevði sami maður fingið eina viku til at renna tjúgu fjórðingar fyri at bjarga lívinum, so hevði hann ivaleyst ikki viljað bíðað til seinasta tíma av vikuni, áðrenn hann byrjaði!? Ærligur: ?So er, sum tú sigur, og tó gera tey júst so, fjøldin av teimum, ið rokna seg fyri pílagrímar. Eg eri ein gamal maður, sum tú sært; mangir eru dagarnir, ið eg havi verið ferðamaður á hesum vegi, og eg havi lagt mangt til merkis. Eg havi sæð fólk halda avstað, sum tey ætlaðu at reka allan heimin fyri sær, og so hava tey eftir fáum døgum doyð í oyðimørkini saman við heiminum og hava aldri fingið hitt lovaða landið at síggja. So havi eg uppaftur sæð onnur, sum ikki tyktust at lova mikið, fyrsta tey byrjaðu pílagrímsferðina, og sum ein ikki skuldi hugsað, vóru ment at liva dagin út, men sum tó royndust sera góðir pílagrímar. Eg havi sæð fólk, sum skundisliga hildu framá, og sum stutt eftir hava hildið somu leiðina aftur líka skundisliga. Summi, ið eg havi kent, hava eina tíð róst pílagrímslívinum ógvuliga, og seinni hava tey líka stórliga lastað tað. Eg havi hoyrt summi, fyrsta sum tey hildu avstað fyri at náa í Paradís, siga, at vissuliga er hetta staðið til, og táið tey so nærum eru nádd hagar, hava tey vent aftur og sagt, at einki Paradís er. Eg havi hoyrt menn reypa av, hvat teir skuldu gjørt, um teir fingu mótstøðu, og so hava teir av tómum rópum um ófrið vent bæði trúgv, pílagrímslívi og øllum bakið.? Sum tey nú hildu ferðina fram, kom ein rennandi ímóti teimum og segði: ?Góðu fólk! Eru tit veik av tykkum, so vendið við og flýggið, so satt sum tit hava lívið kært, tí ránsmenn eru framman fyri tykkum!? Tá segði Djarvur: ?Tað munnu vera teir tríggir, sum yvirfullu Trúarveikan stutt síðani. Gott! Vit eru til reiðar at taka ímóti teimum.? So hildu tey á at ganga og hugdu væl, hvørja ferð vegurin sneiddi, um ránsmenninir sóust. Men um teir nú høvdu frætt, at Djarvur var við, ella teir høvdu okkurt annað fyri, so sóu pílagrímarnir einki til teirra, ið hvussu var. Kristina ynskti nú eftir, at tey skuldu finna okkurt herbergi skjótt; tí hon og dreingirnir vóru móð. Tá segði Ærligur: ?Vit koma skjótt til eitt lítið herbergi, har ein sera heiðurverdur lærisveinur býr, sum eitur Gaius (Róm. ). So settu tey sær øll fyri at fara hagar, og tað so mikið heldur, við tað at hesin gamli umtalaði Gaius so væl. Táið tey komu at durunum, fóru tey inn uttan at banka uppá; tí fólk plagdi ikki at banka uppá í herbergunum. Tey spurdu eftir húsbóndanum, og táið hann kom til teirra, spurdu tey, um tey fingu gist har ta náttina. Gaius: ?Ja, góðu fólk, so satt sum tit eru rættilig; hús mítt er bert fyri pílagrímar.? Tá gjørdust Kristina, Miskunn og dreingirnir enn glaðari, táið tey hoyrdu, at húsbóndin elskaði pílagrímar. Tey spurdu so eftir, hvar tey skuldu sova, og teimum vórðu vístar tvær stovur; í aðrari skuldu Kristina og synir hennara og Miskunn vera, í hinari Djarvur og Ærligur gamli. Nú segði Djarvur: ?Hvat eigur tú til nátturða, Gaius góði? Hesir pílagrímarnir hava ferðast langt í dag og eru móðir.? ?Tað er seint nú,? segði Gaius, ?so okkum ber ikki væl til at fara nakran veg eftir mati; men tað, ið vit hava, skal við gleði verða sett fyri tykkum, um tit skoyta um tað. ? Djarvur: ?Lat okkum bert fáa tað, ið tú hevur fyri hond! Eg kenni teg so mikið, at tú hevur altíð tað, ið tørvar.? So fór hann oman og bað kokkin, sum æt Nýtiligur, gera nátturða til so og so nógvar pílagrímar. Táið hetta var gjørt, kom hann niðanaftur og segði: ?Komið, góðu vinir! Tit eru vælkomin hjá mær, og eg eri glaður um, at eg havi eini hús at taka ímóti tykkum í. Og latið okkum nú, um tykkum líkar tað, tosa okkurt gott saman, meðan nátturðin verður gjørdur til!? Hetta søgdu tey seg øll fegin at vilja. Gaius segði tá: ?Hvørs kona er henda eldra kvinnan? Og hvørs dóttir er henda unga gentan?? Djarvur: ?Henda eldra kvinnan er kona ein, sum nakað langt herfyri var á pílagrímsferð; hann æt Kristin. Hetta eru teir fýra synir hansara. Gentan er ein kunningur hennara, sum hon fekk yvirtalað til at gera pílagrímsferðina saman við sær. Dreingirnir bregða allir til pápan og vilja fegin stíga í fótaspor hansara; ja, bert teir síggja okkurt stað, har hin gamli pílagrímurin hevur hvílt høvdið, ella okkurt spor eftir fót hansara, so gleðir tað hjarta teirra, og teir ynskja sær at hvíla ella stíga har.? Tá segði Gaius: ?So hetta er Kristina, og hesir eru synir Kristin! Eg kendi pápa mann tín, ja, og abba hansara við. Mangur góður maður er útrunnin av hesi rót; forfedrar teirra búðu av fyrstum í Antiokia (Áp. ). Ættarfedrar Kristins tú manst hava hoyrt mann tín tosað um teir vóru ógvuliga heiðurverdir menn. Teir hava fram um allar, ið eg havi kent, víst seg sum menn við stórum dygdum og dirvi fyri hann, sum er Harri pílagrímanna, og fyri tey, sum elska hann. Eg havi hoyrt um nógvar skyldmenn mann tín, sum hava tolað allar royndir fyri sannleikans skuld. Stefanus, sum var ein tann fyrsti í slektini, ið maður tín var runnin av, varð steinaður til deyða (Áp. ). Jákup, ein annar av somu ætt, varð dripin við svørði (Áp. ). Fyri uttan at tala nakað um Paulus og Pætur, menn, sum hoyrdu til forfedrarnar í hesi ætt, sum maður tín var av, kann eg nevna Ignatius, sum varð kastaður fyri leyvur, Romanus, hvørs kjøt varð skorið stykki fyri stykki frá beinunum, og Polykarpus, ið stóð sum ein maður mitt í logunum. Ein teirra varð hongdur upp í eini kurv í sólskininum at verða etin av flugum, og ein varð latin í ein sekk og kastaður á sjógvin og druknaður. Tað hevði verið heilt ógjørligt at roknað upp allar av hesi ætt, sum hava tolt pínslur og deyða, aftur fyri at teir elskaðu pílagrímslívið. Eg kann ikki annað enn gleðast við at síggja, at maður tín hevur latið eftir seg slíkar dreingir sum hesar. Eg vóni, at teir koma at gera navni faðirs síns heiður, stíga í fótaspor hansara og fáa sama enda sum hann.? Djarvur: ?Sanniliga, harri, eru teir dreingir, sum vónast kann gott um! Teir tykjast av hjarta at velja leiðir faðirs síns.? Gaius: ?Tað var tað, ið eg segði. Tað kann tí væntast, at ætt Kristins enn fer at breiða seg út og verða nógv í tali á jørðini. Kristina eigur at hyggja sær eftir gentum til synir sínar, sum teir kunnu verða trúlovaðir við, so navn faðirs teirra og hús ættarfedra teirra verður ikki gloymt á foldum.? Ærligur: ?Ja, tað hevði verið harmiligt, skuldi ætt hansara doyð út.? Gaius: ?Doyggja út kann hon ikki, men hon kann taka av í tali. Men Kristina eigur at gera eftir ráðum mínum; tað er leiðin til at halda slektini uppi. Og, Kristina,? segði hann, ?eg eri glaður at síggja teg og vinkonu tína Miskunn saman her, tit eru tvær so dámligar kvinnur. Og vilt tú taka við ráðum frá mær, so knýt Miskunn at tær við einum fastari bandi enn vil hon sjálv, so lat Matteus, elsta son tín, fáa hana til konu! Tað er leiðin til at varðveita ætt tíni uppihildnari á jørðini.? Soleiðis kom tá henda trúlovingin í lag, og nakað eftir vórðu tey gift. Men meir um hetta seinni. Framvegis segði Gaius: ?Eg skal nú siga nakað, kvinnum til verju, fyri at taka burtur vanæru teirra. Tí sum deyði og bann kom inn í heimin við eini kvinnu ( Mós. ), so eisini lív og bót ?Gud sendi Son sín, føddan av eini kvinnu? (Gal. ). Ja, tí var tað, at kvinnurnar undir hinum gamla sáttmálanum so fegin vildu fáa børn, tí tær hildu so ringt um tað, ið hin fyrsta ættmóðir teirra hevði gjørt, og vónaðu, at tær kanska kundu koma at eiga hann, sum skuldi verða heimsins Frelsari. Og eg skal leggja aftrat, at táið Frelsarin kom, gleddust kvinnur um hann, áðrenn menn og einglar gjørdu tað (Luk. ). Eg lesi ongastaðni, at nakar maður gav Kristusi so mikið sum eitt oyra; men kvinnur fylgdu honum og tæntu honum við tí, ið tær áttu (Luk. ). Tað var ein kvinna, sum vaskaði honum um føturnar við tárum, og ein kvinna, sum salvaði likam hansara til jarðarferðina (Luk. Jóh. ). Tað vóru kvinnur, sum grótu, táið hann fór til krossin, og kvinnur, sum fylgdu honum frá krossinum og sótu við grøv hansara, táið hann varð gravlagdur (Luk. Matt. ). Tað vóru kvinnur, ið fyrstar vóru hjá honum, tann morgunin ið hann var risin upp, og kvinnur, sum fyrstar bóru lærisveinum hansara tíðindi um, at hann livdi aftur (Mark. Luk. Jóh. ). Kvinnur eru tí nógv virdar hjá Gudi, og av hesum sæst, at tær eru saman við okkum arvingar til lívsins náði? ( Pæt. ). Nú komu boð frá kokkinum, at nátturðin var skjótt liðugur, og hann sendi eitt niðan at breiða dúk á borðið og seta borðiskar og breyð og salt á tað. Tá segði Matteus: ?Táið eg síggi dúkin á borðinum og borðreiðingina, fái eg enn betri matarlyst, enn eg hevði frammanundan.? Gaius: ?Lat soleiðis alt, ið tú verður lærdur í Guds orði her í lívinum, vekja í tær sterkari og sterkari tráan eftir at koma til at sita við nátturðaborðið hjá hinum stóra Konginum í ríki hansara! Tí allar prædikur, bøkur og kristiligir siðir her í heiminum kann bert líknast við at borðreiða og seta salt á borðið ímóti veitsluni, ið Harri okkara fer at gera fyri okkum, táið vit koma heim til hansara.? Nú kom nátturðin á borðið. Fyrst varð ein sveiggibringa og eitt offurgávutjógv ( Mós. ) sett fyri tey fyri at vísa teimum, at tey áttu at byrja máltíðina við bøn og tøkk til Gud. Við sveiggibringuni lyfti Dávid hjarta sítt til Gud (Sálm. ), og við offurgávutjónum plagdi hann at hvíla seg á hørpu sína, meðan hann spældi. Báðir hesir rættir vóru frískir og góðir, og tey ótu øll hjartaliga av teimum. Tað næsta, sum inn varð borið, var ein fløska við víni reyðum sum blóði, og Gaius segði við tey: ?Drekkið nú so mikið, sum tykkum lystir! Hetta er ektaður vínberjaløgur, sum gleðir hjørtuni í Gudi og menniskjum? (Dóm. ). Tey drukku tá og vóru væl hýrd. Síðani kom á borðið eitt mjólkarfat við breyði molað útyvir, og Gaius segði: ?Latið dreingirnar fáa hatta, so teir kunnu styrkna av tí!? ( Pæt. ). Og harnæst varð sett fram eitt fat við smøri og hunangi, og Gaius segði: ?Fáið tykkum endiliga av hesum! Hetta veitir treysti og styrkir dømikraft og vit tykkara! Hetta varð sett á borðið fyri Harra okkara, táið hann var barn: ?Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða? (Es. ). Nú komu tey við einum fati við súreplum, sum smakkaðu ógvuliga væl. Tá segði Matteus: ?Kunnu vit eta súrepli? Tey var tað jú, ormurin nýtti at dára ættmóðir okkara við.? ?Men Gaius svaraði: ?Við frukt av trøum ætt vár svikin er, men synd, ei fruktin, voldi hesa gerð; forbodna frukt at eta voldir mein, men tað, Gud gevur tær, er føði rein; so metta tá við fruktum hans tín búk, vínberjakøkur et, sál kærleikssjúk!? (Hás. ). Matteus segði nú: ?Grundin til, at eg var í døpurhuga, var, at nakað síðani gjørdist eg sjúkur av at eta frukt.? Gaius: ?Forboðin frukt ger teg sjúkan, men ikki tað, sum Harri okkara hevur givið okkum loyvi at eta.? Meðan teir so tosaðu, komu tey uppaftur við einum fati, og í tí vóru nøtir. Tá søgdu summi av teimum, ið sótu til borðs: ?Nøtir spilla veikar tenn, serliga tenninar í børnum.? Men táið Gaius hoyrdi hetta, segði hann: ?Sum ringt at skilja mangt eitt skriftstað er, so er í skali kjarnin fjaldur her; brót skalið tí, og kjarnan tú skalt fá, tí eru nøtir settar borðið á!? Tey vóru nú væl heitin og sótu leingi við borðið og tosaðu um mangt og hvat. Tá segði Ærligur gamli: ?Verturin góði, ger nú so væl og git mær hesa gátu, meðan vit sita her og bróta nøtir tínar: Ein maður mangur helt, hann óður var varð ríkari, tess meir hann læt frá sær.? Tá gjørdust tey øll forvitin og hugsaðu, hvat nú hin góði Gaius mundi fara at siga. Hann sat tigandi eina løtu: so svaraði hann: ?Tann, sum tí arma geva vil, skal sjá, hann tíggju ferðir meir skal aftur fá.? Jósef segði nú: ?Tað má eg siga, harri, at ikki væntaði eg, tú kundi gita hatta!? ?Á,? segði Gaius, ?eg havi leingi verið vanur við slíkt, og roynd er besti lærari! Harri mín hevur lært meg at gera øðrum gott, og roynd hevur lært meg, at eg havi havt vinning av tí. ?Ein stroyir út og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt og hevur tó ov lítið? (Orðt. ). ?Mangur letst ríkur og eigur tó púra einki, og mangur letst fátækur og eigur tó nógv?? (Orðt. ). Tá teskaði Sámal við mammu sína, Kristinu, og segði: ?Mamma, her eru vit í húsinum hjá einum ógvuliga góðum manni. Lat okkum steðga nakað leingi her, og lat Matteus beiggja giftast við Miskunn her, áðrenn vit fara longri! Hetta hoyrdi Gaius, og hann svaraði: ?Ja, barnið mítt, hjartans gjarna!? Tey steðgaðu so har meir enn ein mánað, og Miskunn varð givin Matteusi til konu. Meðan tey vóru har, virkaði Miskunn, sum hon var von, frakkar og onnur klæði at geva fátækum, og hetta kom pílagrímunum í sera gott orð. Men vit fara aftur til søgu okkara. Táið nátturðin var etin, vildu dreingirnir fegin sleppa at leggjast, tí teir vóru móðir av ferðini. Gaius bað tey tá vísa teimum kamarið, og teir svóvu væl; men hini sótu uppi alla náttina; tí Gaius og tey hóskaðu so væl saman, at tey fingu ikki í lag at skiljast. Táið tey tá høvdu samtalað nógv um Harran, um seg sjálv og um ferð sína, byrjaði Ærligur gamli, hann, sum hevði borið Gaiusi gátuna upp, at knikka. Tá segði Djarvur: ?Hvat! Tú byrjar at verða tungur í svøvni; kom, sovna nú ikki eg skal bera tær upp eina gátu!? ?Lat okkum hoyra hana,? svaraði Ærligur. Djarvur: ?Tann, vinna vil, fyrst vunnin verða má, og doyggja heima má tann, lív vil ná.? ?Ja,? segði Ærligur, ?handa er ikki løtt; hon er ring at gita og enn ringari at gera eftir. Men hoyr, verturin, um tú vilt, skalt tú sleppa at gita hana fyri meg! Git, og eg skal lurta eftir tí, ið tú sigur!? ?Nei,? segði Gaius, ?hann bar tær hana upp og væntar, at tú skalt gita hana.? Tá segði hin gamli: ?Ja, náðin fyrst má vinna tann, sum synd vil vinna á, og vilt tú vísa lívið fram, tú sjálvur doyggja má.? ?Beint!? segði Gaius; ?sannur lærdómur og sonn roynd sigur okkum hetta. Tí fyri tað fyrsta: Fyrrenn náðin opinberar seg og vinnur sálina við dýrd síni, eigur sálin onga megi at standa syndini ímóti. Harumframt: so satt sum syndin er Satans leinkja, sum sálin liggur bundin í, hvussu skal hon tá fáa gjørt mótstøðu, fyrrenn hon er loyst úr bondunum! Fyri tað annað: Ei heldur kann nakar, sum hevur skil og kennir náði, trúgva, at tann maður kann verða náðini ein livandi minnisvarði, sum er trælur undir síni egnu spillu. Og nú kom mær í hug eina søgu, sum eg hoyrdi, og sum eg haldi, loysir seg at flyta tykkum aftur: Tveir menn fóru á pílagrímsferð; annar byrjaði, meðan hann var ungur, og annar ikki, fyrrenn hann var vorðin gamal. Hin yngri hevði sterkar freistingar at berjast við; men við tað at likamið var viknað hjá hinum eldra, vóru freistingar hansara veikari. Tann ungi helt leið sína líka beint fram sum hin gamli og stóð í ongum aftari enn hann. Í hvørjum av hesum báðum skein nú náðiljósið bjartast, við tað at báðir tyktust at vera líka?? Ærligur: ?Óivað í hinum yngra. Tí tann, sum stendur seg móti tí harðastu mótstøðuni, vísir seg harvið best at vera tann sterkasta, serliga táið hann tá eisini kann ganga líka skjótt sum ein, ið ikki hevur helvtina so nógv at berjast við. Haraftrat havi eg lagt til merkis, at gomul fólk hava smikrað seg sjálv við hesum mistaki: Táið nú likam teirra er viknað, so halda tey, at tey hava vunnið sigur á holdslystum sínum við náðini, og hava soleiðis lyndi at svíkja seg sjálv. Vissuliga, gomul fólk, sum náðin valdar í, eru best før fyri at leggja teimum ungu ráð, við tað at tey hava sæð mest av, hvussu tómur ið heimurin er, men táið ein gamal og ein ungur halda avstað í senn, so fær hin yngri best víst náðiverkið í sær, tóat hin eldri hevur minni av óndum at berjast við í sær sjálvum.? Soleiðis sótu tey og samtalaðu, inntil lýsti. Táið nú húsfólkið var uppi, bað Kristina son sín Jákup lesa ein kapitul, og hann las Es. Táið hann var liðugur, spurdi Ærligur, hví har stóð, at Frelsarin var komin ?sum rótkvistur úr turrari jørð?, og somuleiðis, at ?hann var ikki fagur og hevði onga dýrd.? Tá svaraði Djarvur: ?Fyri tað fyrsta svari eg: Tí jødasamkoman, sum Kristus kom úr, hevði tá mist nærum alla megi og allan anda í religiónini. Fyri tað annað sigi eg, at hesi orð eru talað út frá sjónarmiðinum hjá einum vantrúgvandi, sum ikki hevur tað eyga, ið skoðar inn í hjarta í Kongi okkara, og tí dømir um hann eftir útvortis hansara, sum hevði so lítið at týða. Tað er sum við einum, ið einki kennir til dýrar steinar, og tí, um hann finnur ein, ikki veit, hvat tað er, hann hevur funnið, við tað at ein skorpa av ringari slagi er uttan á steininum. Hann blakar hann frá sær aftur, sum vit plaga at gera við ein vanligan stein.? ?Ja,? segði Gaius, ?við tað at tit nú eru her, og eg veit, at Djarvur dugir væl at nýta vápn síni, so mæli eg til um tykkum líkar, at vit, táið vit hava fingið okkum ein bita, fara út at ganga; tað kundi borið á, at vit kundu avrikað okkurt gott. Nakað sum ein fjórðing hiðani hevur ein risi tilhald, sum eitur Dygdarbani; hann ger stóran skaða á landavegi Kongs á hesum leiðum, og eg veit nøkulunda, hvar hann húsast. Hann er oddamaður fyri einum ránsmannaflokki, og væl hevði verið fyri allan landspartin her, um vit fingu beint fyri honum.? Teir samtyktu og hildu avstað. Djarvur hevði svørð, hjálm og skjøld sín, og hinir høvdu spjót og stavar. Táið teir komu, hagar sum hann var, hevði hann lagt hendur á ein, sum æt Veiksintur, og sum tænarar hansara høvdu tikið á vegnum og leitt til hansara. Risin læt hann júst naknan og ætlaði at skræða kjøtið av beinunum í honum; tí hann var av náttúru menniskjaátari. Men við tað sama sum hann sá Djarvan og vinmenn hansara í hellismunnanum við vápnum í hondunum, spurdi hann, hvat teir vildu har. Djarvur: ?Vit koma eftir tær; vit ætla at hevna alt tað ónda, ið tú hevur gjørt pílagrímum, sum tú hevur drigið burtur av landavegi Kongs og dripið. Kom tí út úr hellinum!? Hann tók nú vápn síni og kom út, og teir brustu saman. Táið teir høvdu barst í yvir ein tíma, tivaðu teir so, at teir steðgaðu á. Tá segði risin: ?Hví eru tit komnir higar á ogn mína?? Djarvur: ?Sum eg segði tær: At hevna blóð pílagrímanna.? Teir fóru nú aftur at berjast, og Djarvur mátti halda undan; men hann menti seg aftur, og í miklari øði gav hann risanum slík høgg í høvur og herðar, at hann fekk hann at lata vápnið falla. So feldi og drap hann hann, høgdi høvdið av honum og hevði tað aftur í herbergið við sær. Eisini Veiksintan, pílagrímin, tók hann og hevði hann við sær heim, har hann gisti. Táið teir vóru komnir til hús, vístu teir øllum húsfólkinum høvdið og reistu tað síðani upp sum gjørt var við onnur frammanundan teimum til ræðslu, sum vágaðu sær slíkt uppaftur. Síðani spurdu teir Veiksintan, hvussu tað bar til, at hann fall í hendur hansara. Tá segði hesin armi maður: ?Eg eri heilsubrekaður, sum tit síggja, og við tað at deyðin dag og dagliga bankaði á dyr mínar, væntaði eg ikki, at eg nakrantíð gjørdist frískur heima. So gav eg meg at ferðast sum pílagrím og havi ferðast higar úr býnum Óvissu, haðani bæði eg og pápi eru ættaðir. Eg eri maður, sum hvørki eigi likamliga ella andaliga styrki; men um eg kundi, so vildi eg alt lív mítt ferðast sum pílagrímur, um eg so bert kundi grulvað. Táið eg kom at portrinum, har sum vegurin byrjar, fekk eg sera góða móttøku frá honum, ið har ræður; hann brigslaði mær hvørki, at eg sá so veikur út, ella at eg var so veikur av sinnalagi, men gav mær slíkt, sum mær tørvaði á ferðini, og bað meg vóna líka til endan. Táið eg kom til hús Útleggjarans, tóku tey ógvuliga væl ímóti mær har, og við tað at tey hildu meg ikki vera mentan at ganga niðan á Torføra Fjall, læt Útleggjarin ein tænara sín bera meg niðan á tað. Ja, og pílagrímar hava mangan hjálpt mær við, tóat eingin hevði tol at ganga so seint, sum eg eri noyddur at ganga. Táið teir fingu meg aftur, bóðu teir meg kortini hava gott treysti og søgdu, at Harri teirra vildi, at tey veiksintu skuldu verða troystað ( Tess. ); síðani hildu teir fram ferð sína. Táið eg kom til Álopsstræti, møtti hesin risin mær og bað meg gera meg til at berjast; men eg, veika neyðardýr mítt, hevði meiri fyri neyðini ein hjartastyrk. So kom hann og tók meg. Eg væntaði ikki, at hann fór at drepa meg. Eisini táið hann var farin inn í helli sítt við mær við tað at eg fór ikki góðvilliga við honum væntaði eg mær at koma livandi út aftur haðani; tí eg havi hoyrt, at Guds umsorgan hevur givið ta lóg, at eingin pílagrímur, sum verður tikin til fanga av yvirgangskroppum, skal lata lív fyri fíggindans hond, so satt sum hjarta hansara heldur fram við at vera heilt við Meistara hansara. Rændan væntaði eg mær at verða, og rændur eri eg sanniliga vorðin; men sum tit síggja, eri eg sloppin við lívinum, og tað takki eg fyrst Kongi mínum fyri og síðani tykkum, sum hava verið amboð hansara. Eg vænti mær at verða fyri fleiri álopum enn; men eitt havi eg sett mær fyri: ?Eg skal renna, táið eg kann; men kann eg ikki renna, so skal eg ganga, og kann eg ikki ganga, so skal eg grulva. Viðvíkjandi tí, sum mest hevur at týða, so takki eg honum, sum elskaði meg. Eg eri tryggur; vegurin liggur fyri mær, og hjarta mítt er hinumegin ánna, sum eingin brúgv er um, tóat eg, sum tit síggja, einki eri uttan eitt veiksint menniskja.? Tá segði Ærligur gamli: ?Komst tú ikki nakað síðani at kenna ein pílagrím, sum æt Bangafullur?? Veiksintur: ?Um eg kendi hann! Jú! Hann kom úr býnum Býttisskapi, sum er fýra mílir norðan fyri Undirgangsstað og líka langt frá plássinum, sum eg eri ættaður úr. Vit kendust kortini væl; hann var jú pápabeiggi mín. Vit høvdu nakað sama lyndi og líktust eisini nógv; bert var hann eitt sindur minni enn eg.? Ærligur: ?Eg síggi, at tú hevur kent hann, og væl trúgvi eg eisini, at tit vóru skyldir; tú ert bleikdæmdur sum hann, hevur sama eygnabrá og líkist honum eisini nógv á málinum.? Veiksintur: ?So siga flest øll, sum hava kent okkum báðar, og haraftrat má eg siga, at í flest øllum førum havi eg funnið lyndi hansara aftur í mær sjálvum.? ?Nú,? segði hin góði Gaius, ?hav gott treysti! Tú ert vælkomin hjá mær og í húsi mínum. Og er okkurt, sum tú vilt hava, so smæst ikki at siga tað! Hvat tú ynskir tær, gera tænarar mínir fyri teg, og tað við gleði.? Nú segði Veiksintur: ?Slíka móttøku hevði eg ikki væntað mær; hetta er, sum táið sólin kemur út úr einum myrkum skýggi. Mundi Dygdarbani risi ætla mær slíkt gott, táið hann steðgaði mær og setti sær fyri, at eg skuldi ikki sleppa longri! Mundi hann hava slíkt í huga, táið hann rændi meg, at eg skuldi fáa Gaius til vert! Men so gekk!? Júst sum nú Veiksintur og Gaius tosaðu saman, kom eitt rennandi og rópti við dyrnar, at toran var sligin niður okkurt um hálvanannan fjórðing haðani og hevði rakt ein pílagrím, sum æt Ikkibeinur, og dripið hann á staðnum. ?Vanlukkutíð!? segði Veiksintur; ?er hann deyður! Hann fekk meg einaferð aftur tað var, áðrenn eg var komin so langt sum higar og vildi halda felagsskap við meg. Hann var eisini hjá mær, táið Dygdarbani legði hendur á meg; men hann var fótfimur og slapp. Men tað sær út, sum hann slapp fyri at doyggja, og eg varð tikin fyri at liva. Guds leiðir beinar allar eru tær, og trúgvast má, har vitið veg ei sær; mangt tykist leiða í tann vissa deyð, men roynist vera bjarging út úr neyð. Guds forsjón døkk sum grøvin vera kann men eyðmjúkt hjarta lív úr henni vann. Hann slapp hin tunga dag og deyður er; eg tikin varð og siti tryggur her.? Um hesa tíðina giftust nú Matteus og Miskunn. Eisini gav Gaius Jákupi dóttur sína Føbe til konu. Eftir hetta steðgaðu tey einar tíggju dagar aftrat hjá Gaiusi og brúktu tíðina, soleiðis sum pílagrímar vanliga gera. Táið tey skuldu fara haðani, gjørdi Gaius eina veitslu fyri teimum, og tey ótu og drukku og vóru glað. Tímin var nú komin hjá teimum at skiljast, og Djarvur spurdi, hvat tey skyldaðu fyri seg. Men Gaius segði honum, at pílagrímar vóru aldri vanir at lata nakað fyri seg har hjá honum. Hann hýsti teimum ár eftir ár; men gjaldið væntaði hann sær frá hinum góða samaritaninum, sum hevði lovað, at táið hann kom aftur, skuldi hann trúliga samsýna honum alt útlegg, ið hann hevði havt av pílagrímum (Luk. ). Tá segði Djarvur við hann: ?Tú elskaði! Tú gert trúfast verk í tí, sum tú gert fyri brøðurnar og tað fyri fremmandar. Teir hava fyri samkomuni vitnað um kærleika tín. Og tú gert væl í at hjálpa teimum á veg, soleiðis sum Gudi er verdigt? ( Jóh. ). Gaius segði teimum nú øllum farvæl, dóttur síni og dótturmanninum og øllum teimum, serliga Veiksintum; honum gav hann nakað við at drekka á vegnum. Sum tey skuldu fara út um dyrnar, var líkt til, at Veiksintur ætlaði at steðga eftir. Táið Djarvur rakti við hetta, segði hann: ?Kom, Veiksintur, kom endiliga við! Eg skal vera leiðbeinari tín, og tær skal gangast líka væl sum hinum.? Veiksintur: ?Eg havi, tí verri, ongan, sum eg hóski at ferðast saman við. Tit eru øll ferm og sterk; men eg eri veikur, sum tit síggja. Eg vil tí fyrr koma aftaná, fyri at eg ikki við mínum mongu veikleikum skal vera bæði tykkum og mær sjálvum til byrði. Lyndi mítt er, sum eg havi sagt tykkum, ússaligt og veikt, og slíkt sum onnur væl fáa borið, ger mær mein og forðar mær. Mær líkar ikki látur, mær líkar ikki vøkur klæði, mær líkar ikki ónyttuligt tos. Nei, eg eri so veikur, at eg fái ilt av tí, sum onnur kenna seg kunna gera. Eg kenni ikki allan sannleikan. Eg eri ein ógvuliga fákunnigur kristin maður. Stundum táið eg hoyri onkun gleðast í Harranum, fái eg ilt av tí, við tað at eg fái ikki gjørt tað sama. Mær gongst sum tí veika millum sterk ella sum eini vanvirdari lampu. ?Hann, hvørs fótur er um at glíða, er ein vanvird lampa í eygum hansara, sum tryggur er? (Job Ensk ums.). So eg veit ikki, hvat eg skal gera.? ?Men, bróðir,? segði Djarvur, ?mær er júst álagt at ugga tey mótfalnu og taka mær av teimum veiku ( Tess. ). Tú mást endiliga koma við okkum. Vit skulu bíða tær, vit skulu veita tær hjálp, og vit skulu nokta okkum sjálvum eitt og annað fyri tína skuld, bæði viðvíkjandi hugsanarhátti og viðvíkjandi verkum (Róm. Kor. ). Vit skulu heldur ikki træta við teg um ivasamar spurningar; vit vilja fyrr gera tær til vildar í øllum enn lata teg verða eftir? ( Kor. ). Meðan tey nú stóðu fyri durunum hjá Gaiusi, og teir vóru sum ídnastir í hesi samtalu, kom Aftrutur framvið á høkjum sínum; eisini hann var á pílagrímsferð. Veiksintur segði nú við hann: ?Hvussu ert tú komin higar? Eg stóð júst og gramdi meg um, at eg hevði ongan, sum eg hóskaði at ferðast saman við; men tú ert, sum eg kundi ynskt mær. Vælkomin, vælkomin, Aftrutur góði! Eg vóni, at tú og eg fara at vera hvør øðrum til hjálpar.? ?Mær dámar væl at koma í fylgi við tær,? svaraði Aftrutur, ?og, Veiksintur góði, við tað at nú bar so væl á, at vit hittust, so vil eg fyrr læna tær aðra høkjuna enn skiljast frá tær aftur.? ?Nei,? segði Veiksintur, ?eg sigi tær takk fyri, at tú vilt mær so væl; men ganga við høkju, áðrenn eg eri lamin, ætli eg mær ikki. Kortini kundi borið á, at hon onkuntíð var hent at vart seg við fyri einum hundi.? Aftrutur: ?Um eg sjálvur ella høkjur mínar kunnu vera tær til nyttu, so sig bert til, Veiksintur góði!? Nú hildu tey avstað. Djarvur og Ærligur gingu á odda, so Kristina og børn hennara, síðani komu Veiksintur og Aftrutur við høkjunum. Ærligur segði tá við Djarvan: ?Góði tú, sig okkum nú, meðan vit ganga, frá onkrum, sum kann verða til gagn, um onnur, sum hava ferðast sum pílagrímar fyri okkum!? Djarvur: ?Tað er gaman í. Tú manst hava hoyrt, hvussu Kristin hina ferð hitti Apollyon í Eyðmýkingardali og eisini, hvussu illa hann var staddur í Deyðaskuggadali. Eisini skal eg ætla, at tú hevur hoyrt, hvussu illa Trúfastur var staddur av Horu og Fyrra Ádami, somuleiðis av Ónøgda og Skomm; ringari skaðafólk kast tú ikki hitta á vegnum enn hesar fýra svikafullu persónar.? Ærligur: ?Ja, eg haldi meg hava hoyrt um øll hesi; men tað skulu tit trúgva, at ongum var Trúfastur so illa staddur av sum av Skomm honum slapst ikki frá.? Djarvur: ?Ja, tað var, sum Trúfastur sjálvur segði: Millum allar bar hann navn sítt av órøttum.? Ærligur: ?Men, góði, sig mær, hvar var tað, Kristin og Trúfastur hittu Prátara? Hann er eisini vert at nevna.? Djarvur: ?Hann var ein dári, fullur av sjálvsáliti; mong fylgja honum kortini eftir.? Ærligur: ?Hann mundi dárað Trúfastan við hálu orðum sínum.? Djarvur: ?Ja, men Kristin lærdi skjótt Trúfastan at kenna hann.? Tey gingu nú, inntil tey komu, hagar sum Evangelistur hitti Kristin og Trúfastan og segði teimum frammanundan, hvussu teimum fór at gangast á Fáfongdarmarknaði. Tá segði fylgismaður teirra: ?Her onkustaðni hittu Kristin og Trúfastur Evangelist, sum segði teimum frammanundan fra trupulleikunum, ið á teir skuldu koma á Fáfongdarmarknaði.? Ærligur: ?Tað sigur tú ikki! Eg tori siga, at tað var eitt hart orð, hann læt teir hoyra tá.? Djarvur: ?Tað var tað; men hann gav teimum eisini gott treysti. Men vit ganga og tosa um teir! Teir vóru menn við leyvuhjørtum; teir gjørdu andlit sítt hart sum tinnu. Minnist tú, hvussu óræddir teir stóðu fyri dómaranum?? Ærligur: ?Ja; Trúfastur leið sum ein maður.? Djarvur: ?Tað gjørdi hann; og manndómsbrøgd avrikaði hann við tí; Vónríkur og fleiri onnur vórðu sum frá er sagt umvend av at hoyra um deyða hansara.? Ærligur: ?Nú, ger so væl og sig frá meiri tú veitst so væl skil á øllum!? Djarvur: ?Av øllum, ið Kristin hitti, eftir at hann var farin um Fáfongdarmarknað, var eingin so ringur sum Fleirhugi.? Ærligur: ?Fleirhugi hvør var tað?? Djarvur: ?Ein erkaskálkur, ein hyklari av ringasta slagi, ein, sum lætst at vera gudiligur, hvussu so alt víkti og vendi, men so snildiliga, at hann skuldi vera vísur í aldri at tapa við tað ella líða fyri tað! Átrúni hansara kundi broytast eftir øllum viðurskiftum. Og kona hansara var ikki mætari enn hann. Hann helt eitt í dag og annað í morgin, og altíð visti hann okkurt at verja støðu sína við. Men ringur varð endin á honum við fleirhuga hansara eftir tí, ið mær er sagt og einki hevur frætst um, at nakað av børnum hansara stóð í sambandi við nakran, sum av sonnum óttaðist Gud.? Nú vóru tey komin so langt, at býurin Fáfongd sást, har Fáfongdarmarknaður verður hildin. Táið tey sóu, at tey vóru so nær býnum, ráðløgdu tey hvørt við annað, hvussu tey skuldu fara ígjøgnum býin. Summi søgdu so, og summi so. Til endan segði Djarvur: ?Sum tit kunnu ætla, havi eg mangan fylgt pílagrímum gjøgnum henda bý. Eg kenni ein, sum eitur Mnason (Áp. ) og er ættaður úr Kýpern, ein gamlan lærisvein, sum vit fáa gist hjá. Hvat hevði tykkum dámt, um vit fóru hagar?? ?Ja, latið okkum tað!? segði Ærligur gamli. Og sama søgdu bæði Kristina, Veiksintur og hini. Nú skulu tit vita, at kvøld var longu vorðið, táið tey komu at býnum; men Djarvur fann húsið hjá hesum gamla manni. Tey komu so hagar, og hann kallaði við dyrnar. Hin gamli inni kendi málið í honum, við tað sama sum hann hoyrdi tað; hann læt nú upp, og tey fóru øll inn. Mnason, vertur teirra, spurdi nú: ?Hvussu langt hava tit ferðast í dag?? Tey søgdu honum, at tey vóru komin líka frá Gaiusi, vinmanni hansara. ?Tað haldi eg við!? segði hann; ?so hava tit gingið eitt langt strekki og eru nakað móð. Setið tykkum niður!? Tey settust tá. ?Nú,? segði fylgismaðurin við hini, ?hvat dámar tykkum, góðu vinir? Eg tori siga, at tit eru vælkomin hjá vinmanni mínum.? ?Ja,? segði Mnason, ?eg biði tykkum eisini vera vælkomin. Og fattast tykkum okkurt, so sigið bert til, og vit skulu gera fyri tykkum alt, ið vit kunnu!? Ærligur: ?Tað, ið okkum mest fattaðist í áðni, var eitt hvíldarstað og góðar vinir, og nú haldi eg, vit hava funnið bæði.? Mnason: ?Hvíldarstaðið hvussu tað er, síggja tit, og hvussu vinirnir roynast, fæst eisini at síggja.? ?Gott,? segði Djarvur, ?vilt tú vísa pílagrímunum kamar teirra?? ?Tað skal eg,? svaraði Mnason. Hann vísti teimum nú inn á kømurini, sum hvør teirra skuldi hava, og síðani vísti hann teimum inn í eina ógvuliga vakra matarhøll, har tey kundu sita og kundu eta nátturða saman, áðrenn niður varð farið. Táið tey so vóru setst og vóru lívgað eitt sindur aftan á ferðina, spurdi Ærligur vertin, um mong góð fólk vóru har í býnum. Mnason: ?Nøkur fá eru ja, vissuliga eru tey fá, mett saman við øll hini.? Ærligur: ?Men hvussu kunnu vit hitta onkun av teimum? Tí at hitta góð fólk er pílagrímum, sum táið sjómaðurin sær mánan og stjørnurnar.? Mnason bankaði nú í gólvið við fótinum, og dóttir hansara Yndisliga kom niðan. ?Yndisliga,? segði hann við hana, ?far tú og sig vinmonnum mínum, at einir tveir góðir vinir eru staddir her hjá mær, sum fegin vilja síggja teir far til Hjartabrotnan, Halgamann, Gudsbarnavin, Lygnræddan og Angurfullan!? Yndisliga fór tá eftir teimum, og teir komu; og táið tey høvdu heilsað hvørt øðrum, settust tey saman til borðs. Mnason, vertur teirra, segði nú: ?Grannar mínir! Sum tit síggja, eru nøkur fremmand fólk komin higar til mín. Tey eru pílagrímar, hava ferðast langt og ætla sær til Zionsfjall. Men hvør halda tit, hon er?? spurdi hann og peikaði á Kristinu; ?hetta er Kristina, kona Kristin, hin navnframa pílagrímin, sum saman við Trúføstum, bróður sínum, varð so skammiliga viðfarin í býi okkara.? Tá reistu teir seg bilsnir og søgdu: ?Lítið grunaðu vit, táið Yndisliga kom eftir okkum, at vit skuldu fáa Kristinu at síggja! Hetta var bæði óvart og gleðiligt.? Nú spurdu teir hana, hvussu hon hevði tað, og um hesir unglingar vóru synir Kristin. Og táið hon hevði sagt, at so var, søgdu teir: ?Kongur, hann, sum tit elska og tæna, geri tykkum faðir tykkara líkar og leiðið tykkum, hagar sum hann er í friði!? Táið nú øll vóru setst aftur, spurdi Ærligur Hjartabrotnan og hinar, hvussu skilið var har í býnum nú. Hjartabrotin: ?Tit kunnu ætla, her er nógv um at vera í marknaðartíðini. Tað er torført at varða seg, so hjarta og andi ikki fara av leið í slíkum umstøðum. Hann, ið býr á einum plássi sum hesum og hevur slík fólk við at gera sum vit, honum nýtist hvørja løtu á degnum at verða ámintur um at ansa sær.? Ærligur: ?Men hvussu gongst tykkum nú at vera í friði fyri grannum tykkara?? Hjartabrotin: ?Tey gera nógv minni av nú enn í forðum tíðum. Tit vita, hvussu Kristin og Trúfastur vórðu viðfarnir her í staðnum; men, sum eg segði, nú í seinastu tíðini eru tey nógv siðuligari. Eg haldi, at blóðið av Trúføstum liggur sum ein byrði á teimum líka enn; tí ongan hava tey fingið seg at brenna aftan á hann. Tá í tíðini tordu vit ikki at ganga á vegnum; men nú nýta vit ikki at krógva okkum. Tá var navnið á øllum, sum kendust við Harran, hatað; nú verður tað í summum pørtum av staðnum hann er stórur, sum tit vita roknað fyri eina æru at kennast við átrúnan. Men sigið mær? legði hann aftrat ?hvussu hevur tykkum gingist á pílagrímsferðini? Hvussu er fólkið á teimum ymisku støðum í landinum sint ímóti tykkum?? Ærligur: ?Okkum hevur gingist, sum ferðafólki vanliga gongst; stundum er vegur okkara reinur, stundum skitin; stundum hava vit gingið móti brekku, stundum undan brekku. Vit vita sjáldan, hvussu fer at verða; vindurin er ikki altíð við, og líka lítið er ein og hvør, ið vit hitta, vinur okkara. Vit hava longu havt nakrar stórar trupulleikar, og hvat ið fyri okkum liggur enn, vita vit ikki. Men fyri tað mesta finna vit hitt gamla orðið at vera satt, at ein góður maður má líða ilt.? Hjartabrotin: ?Trupulleikar, sigur tú. Hvørjar trupulleikar hava tit havt?? Ærligur: ?Ja, spyr Djarvan, fylgismann okkara! Hann dugir best at greiða tær frá tí.? Djarvur: ?Vit hava longu tríggjar ella fýra ferðir verið fyri álopi. Fyrst vóru tveir ránsmenn, sum løgdu á Kristinu og synir hennara, so tey óttaðust fyri, at teir fóru at drepa tey. So hava eisini risarnir Blóðmaður, Hamar og Dygdarbani gjørt álop á okkum ja, Dygdarbana var tað nú vit, sum herjaðu á. Tað gekk soleiðis: Táið vit høvdu verið eina tíð har hjá Gaiusi, vertinum hjá mær og allari samkomuni (Róm. ), fingu vit hug at taka vápn okkara og fara út at vita, um vit kundu ikki hitta onkun av hesum, sum eru fíggindar pílagrímanna; vit høvdu frætt, at ein tann ringasti hevði tilhald har á leið. Nú visti Gaius, sum er staðkendur har, betur enn eg, hvar hann húsaðist; vit hugdu og hugdu, og endin varð, at vit raktu við hellismunna hansara. Tá vórðu vit glaðir, tóku mót í okkum og nærkaðust hellinum. Táið vit komu hagar, sóu vit, at hann við valdi hevði tikið henda neyðar mann, Veiksintan, sum hann hevði fangað, og ætlaði at gera enda á honum. Men táið hann sá okkum og helt, at her fór hann uppaftur at fáa ein fong, so slepti hann Veiksintum inni í hellinum og kom út. Vit brustu so saman av allari megi, og hann varð ikki spardur; endin varð tá eisini, at hann varð feldur til jarðar og høvdið av honum høgt og sett upp har við vegin, teimum til ræðslu, sum hereftir vága sær til slíkar gudleysar gerðir. Tað er satt, ið eg sigi tær, og her er maðurin sjálvur, sum kann vitna tað, og sum varð tikin eins og eitt lamb úr leyvugapinum.? Veiksintur segði nú: ?Ja, hatta er satt. Eg var í vanda, og eg varð troystaður. Vandin var stórur, táið hann hótti við at skræða kjøtið uttan av beinunum í mær, og troystin gjørdist stór, táið eg sá Djarvan og vinmenn hansara vápnaðar koma mær til hjálpar.? Tá segði Halgimaður: ?Tvinni eru, sum teimum tørvar, ið fara á pílagrímsferð: Mót og eitt ódálkað lív. Hava tey ikki mót, kunnu tey aldri halda leiðina fram, og liva tey eitt ringt lív, volda tey, at sjálvt navnið pílagrímur verður illa umhildið.? ?Eg vóni nú,? segði Gudsbarnavinur, ?at henda ávaring nýtist ikki tykkara millum. Men vissuliga ganga mong á hesum vegi, sum meiri vísa seg at vera fremmand fyri pílagrímslívi enn fremmand og pílagrímar á jørðini.? Nú segði Lygnræddur: ?Tað er satt; tey hava hvørki pílagrímsbúna ella pílagrímsmót; atburður teirra er ikki sannhjartaður; nei, tey stíga skeivt við fótinum, annar skógvurin vendir inneftir, og annar úteftir, og hosurnar hanga aftur úr teimum; her er ein kloddi, og har eitt skrædl Harra teirra til vanæru.? ?Slíkt átti at pínt tey sjálv,? segði nú Angurfullur; ?pílagrímar kunnu ikki vera sær og pílagrímsferð síni til tað prýði, ið tey vildu, so leingi sum leið teirra er lýtt av slíkum plettum.? Soleiðis sótu tey nú og tosaðu leingi, inntil nátturðin var komin á borðið, og táið tey høvdu styrkt troyttu likam síni við føði, fóru tey til hvíldar. Har í Marknaðarbýnum steðgaðu tey leingi og vóru hjá Mnason, og endin varð, at hann gav Sámali dóttur sína Yndisligu til konu og Jósefii dóttur sína Martu. Tey vóru leingi har, sum eg segði; tí nú var ikki sum í forðum tíðum; har vóru mong góð fólk í býnum, sum pílagrímarnir komu at kenna væl, og sum gjørdu teimum alt tað góða, ið tey kundu. Miskunn arbeiddi nógv fyri tey fátæku, sum hon var von, og lendar og lív teirra vælsignaðu hana fyri tað (Job ), og hon var vitnisburði sínum eitt prýði. Og táið satt skal sigast, vóru bæði Yndisliga, Føbe og Marta ógvuliga góðar konur við og gjørdu nógv gott eftir førimuni sínum. Tær fingu eisini allar nógv børn, so at navn Kristins kundi sum áður er sagt væntast at liva leingi í heiminum. Meðan tey búðu her, kom eitt ódjór út úr skóginum og drap nógv fólk í býnum. Tað dró eisini børn teirra avstað við sær og lærdi tey at súgva hvølpar sínar. Eingin í býnum tordi at fara út ímóti hesum ódjóri; hvør maður tók til rýmingar, bert teir hoyrdu óljóðið av tí, táið tað kom. Ódjórið líktist ongum kríatúri á jørðini; tað hevði kropp sum ein dreki og sjey horn; tað forkom nógvum børnum, og tó ráddi ein kvinna yvir tí. Hetta ódjór setti menniskjum kor, og tey, sum høvdu lív sítt kærari enn sál sína, gingu undir korini. Djarvur og allir teir, sum gingu inn hjá Mnason at vitja pílagrímarnar, tóku seg nú saman um at fara og herja á hetta ódjórið og vita, um teir fingu ikki bjargað fólkinum í býnum undan klónum og gapinum á slíkum glúpskum rovdjóri. Djarvur, Hjartabrotin, Halgimaður, Lygnræddur og Angurfullur hildu tí vápnaðir avstað ímóti tí. Í fyrstuni var tað ógvuliga hugmóðigt og hugdi við stórari vanvirðing á hesar fíggindar sínar; men teir vóru raskir í bardaga og herjaðu so dyggliga á, at tað noyddist at halda undan. So komu teir heimaftur til Mnason. Nú skulu tit vita, at hetta ódjórið hevði ávísar tíðir, sum tað kom út og herjaði á børnini hjá fólkinum í býnum. Hesir røsku stríðsmenn høvdu eyguni eftir tí, hvørja ferð tað kom, og løgdu á tað ferð eftir ferð, so at endin varð, at tað var ikki bert sært, men lamið. Eftir tað forkom tað ikki so mongum børnum hjá fólki har í býnum sum áður, og summi halda fult og fast, at hetta ódjór fer at doyggja av sárum sínum. Hetta gjørdi, at Djarvur og felagar hansara fingu sera gott orð á seg í hesum býi, so at mong, sum annars ikki hildu sum teir, hildu nógv um teir og høvdu mikla virðing fyri teimum. Hetta var grundin til, at hesir pílagrímar ikki vóru nógv atsøktir her. Víst vóru her eisini fólk av hinum ringa slagnum, sum síggja ikki meir enn moldvørpur og hava ikki frægari skil enn dýr; slík virdu teir einki og høvdu ongan ans fyri móti og váðaverki teirra. Nú, tíðin kom, táið pílagrímarnir máttu halda ferðina fram. Tey gjørdu seg tí til at fara avstað. So sendu tey boð eftir vinfólki sínum og samtalaðu við tey og avtalaðu, at tey eina ásetta tíð skuldu biðja hvørt fyri øðrum, at Kongur teirra skuldi varðveita tey. Summi bóru teimum eisini ymiskt, ið tey høvdu, sum var bæði veikum og sterkum gott, bæði kvinnum og monnum, og soleiðis fingu tey tað, ið teimum tørvaði (Áp. ). So hildu tey avstað leið sína, og vinfólk teirra fylgdi teimum nakað á veg, sum teimum nú bar til; síðani bóðu tey uppaftur hvørt fyri øðrum, at Kongurin skuldi vera verja teirra, og skiltust. Pílagrímsflokkurin gekk nú, og Djarvur var á odda hjá teimum. Við tað at nú kvinnurnar og børnini vóru veik, mátti ferðin ganga, eftir sum tey vóru ment. Á henda hátt høvdu Veiksintur og Aftrutur fleiri, sum kundu hava samkenslu við teimum. Stutt eftir at tey vóru farin avstað úr býnum, og vinfólk teirra vóru skilst frá teimum, komu tey á tað staðið, har sum Trúfastur varð dripin. Tey gjørdu tí steðg og takkaðu honum, sum hevði gjørt hann føran fyri at bera kross sín so væl, og hetta so mikið meir, sum tey nú sannaðu, at tey høvdu havt vinning av, at hann hevði liðið sum ein maður. Eftir hetta gingu tey nú reiðiliga langt, samtalandi um Kristin og Trúfastan og um, hvussu Vónríkur gjørdi ferðalag við Kristin, táið Trúfastur var deyður. So komu tey at fjallinum Vinningi, har sum silvurnámið var, sum fekk Demas at geva uppat við pílagrímslívinum, og sum summi halda, at Fleirhugi datt í og doyði; hetta gav teimum nógv at hugsa um. Men táið tey komu til tann gamla minnisvarðan, sum stóð beint yvir av Vinningi, saltstólpan, haðani eisini Sodoma og stinkandi vatn hansara sást, tá stóðu tey sum áður Kristin bilsin um, at klókir og royndir menn sum teir skuldu hava verið so blindir at fara av leið her. Men teimum kom í hug, at náttúran tekur ikki lærdóm av tí, ið øðrum hevur viðurfarist, serliga ikki, táið tað, ið tey síggja, hevur dragandi ávirkan á hitt fáfongda eygað. Eg sá nú, at tey gingu, inntil tey komu at ánni, sum rennur hesumegin Lívsælu Fjøll. Vøkur trø vaksa á báðum áarbakkum, og bløð teirra eru góð at taka inn fyri leti. Har eru markirnar grønar alt árið, og har kunnu pílagrímar trygt leggjast til hvíldar (Sálm. ). Á markunum fram við hesi á vóru stik og hús til seyð, og har var bygt eitt hús til at uppfostra og uppvenja lombini í børnini hjá kvinnum, ið fara á pílagrímsferð (Heb. Es. ). Her var eisini ein, sum tey vóru litin upp í hendur, sum kundi hava samkenslu og savna lombini í arm sín og bera tey í favninum og leiða lambærnar (Es. ). Kristina mældi nú teimum fýra døtrum sínum til at lata Hesum Manni smábørn síni upp í hendur at hava umsorgan fyri, so tey kundu eiga heim og hvíldarstað við hesi vøtn og har verða fødd og fostrað, og ongum av teimum koma at fattast nakað í komandi tíð. Hesin maður skuldi fáa tey á beint aftur, um okkurt av teimum viltist ella fór burtur; hann skuldi binda um hjá tí beinbrotna og styrkja tað sjúka (Ez. ). Her kom teimum aldri at fattast mat, drekka og klæði, og her fóru tey at vera í trygd fyri ránsmonnum og tjóvum; tí hesin maður vildi fyrr doyggja, enn at eitt av teimum, sum honum var litið upp í hendur, skuldi misfarast. Haraftrat fóru tey her at verða viðfarin í kærleika, ámint í tí góða og lærd at ganga tær beinu gøtur, og tað, vistu tær, var ikki smávegis vinningur. Her rann eisini, segði hon við tær henda lívgandi áin, og her vóru vakrar markir, fagrar blómur og trø av ymiskum sløgum, sum bóru heilsustyrkjandi ávøkst øðrvísi slag enn hinar fruktirnar, ið Matteus át av, sum hingu út um urtagarðsmúrin hjá Be'elzebub; nei, hesar fruktir virkaðu heilsu, har eingin heilsa var, og gjørdu, at heilsan helt á hjá honum, ið hevði hana. Tær ungu samtyktu tá í at lata hesum manni børn síni upp í hendur, og tað, ið gav teimum tess meiri treysti at gera so, var, at alt her var Kongsins ogn og varð gjørt eftir boði frá honum; tað var eitt heim fyri foreldraleys og eisini fyri øll børn. Tey hildu nú fram, og tá tey vóru komin til Avleiðarmark, at steintrappuni um garðin, sum Kristin fór um við felaga sínum Vónríkum, táið Vónloysi risi tók teir og setti teir í Ivaborg, tá settust tey og ráðløgdu, hvat nú mundi vera best at gera, um ikki var beinast, nú tey vóru so fjølment og høvdu fingið slíkan mann sum Djarvan til fylgismann, at fara, áðrenn tey hildu leið sína fram, og herja á risan, leggja borg hansara í oyði og sleppa pílagrímunum leysum, sum hann møguliga hevði sitandi fastar. Um hetta vóru ymiskar meiningar. Summi hildu ikki, at tað var loyviligt at fara inn á ogn, sum ikki var halgað; men summi søgdu, at tað høvdu tey loyvi til, táið tað var við góðum endamáli. Men Djarvur segði: ?Um so ikki ber til í øllum førum at gera eftir hasum seinasta, ið sagt varð, so er mær álagt at standa syndini ímóti, vinna sigur á tí illa og stríða trúnnar hitt góða stríð, og eg má spyrja: Við hvønn skuldi eg strítt hetta góða stríð um ikki við Vónloysi risa! Eg skal tí gera eina roynd at taka hann av døgum og leggja Ivaborg í oyði.? Síðani segði hann: ?Hvør kemur við?? ?Eg komi,? segði Ærligur gamli. ?Og vit við,? søgdu allir fýra synir Kristinu, Matteus, Sámal, Jákup og Jósef; tí teir vóru ungir og raskir. Kvinnurnar lótu teir verða eftir har á vegnum saman við Veiksintum og Aftrutum við høkjum sínum sum verndarmonnum; tí har kundi ein smádrongur leitt tey, bert tey hildu seg á vegnum, tóat Vónloysi risi búði so nær við. Djarvur, Ærligur gamli og teir fýra ungu fóru nú niðan at Ivaborg at hyggja eftir Vónloysi risa. Táið teir komu at borgarportrinum, bankaðu teir óføra hart uppá. Risin gamli kom út at portrinum við Mistreyst, konu síni, í hølunum. ?Hvør og hvat er hann, sum vágar sær á slíkan hátt at gera Vónloysi risa ófrið?? Djarvur svaraði: ?Eg eri Djarvur, ein, sum Kongurin yvir Himmalstaðnum hevur sent at fylgja pílagrímum, hagar sum teir skulu fara, og eg gevi tær her tað boð, at tú letur upp portrið og letur meg sleppa inn. Ger teg eisini til reiðar til bardaga, tí eg eri komin at høgga høvdið av tær og leggja Ivaborg í oyði!? Vónloysi risi helt nú, at við tað at hann var ein kempa, var eingin førur fyri at vinna hann. ?Og,? hugsaði hann eisini, ?skal eg ræðast Djarvan, eg, sum áður havi vunnið sigur á einglum!? Hann vápnaði seg tí og kom út. Á høvdinum hevði hann ein stálhjálm, og hann var í eini eldbrynju og jarnskóm og hevði stóran gassa í hondini. Hesir seks menn løgdu nú á hann, bæði aftanífrá og frammanífrá, og táið Mistreyst, risakonan, kom at hjálpa honum, feldi Ærligur gamli hana við fyrsta høggi. Teir bardust nú fyri lívinum, og Vónloysi risi varð feldur; men illa gekst at fáa lívið av honum; hann bardist ógvuliga og var, sum tey plaga at siga, so lívsseigur sum ein ketta. Men Djarvur varð honum at bana; tí hann gavst ikki við hann, fyrrenn hann hevði skilt honum høvur frá kroppi. So fóru teir undir at leggja Ivaborg í oyði, og tað kunnu tit ætla, var lítið fyri, nú Vónloysi risi var deyður. Tað tók teimum sjey dagar at ríva borgina niður, og av pílagrímum funnu teir har Forsagdan, nærum deyðan í hungri, og dóttur hansara, Hjartkiptu; hesi bæði fingu teir út livandi. Men tit høvdu óttast, høvdu tit sæð allar teir deyðu kroppar, ið lógu her og har í borgargarðinum, og hvussu fult ið fangaholið var av beinum av deyðum fólki. Táið Djarvur og felagar hansara høvdu útint hetta manndómsverk, tóku teir Forsagdan og dóttur hansara, Hjartkiptu, undir vernd sína; tí tey vóru rættilig fólk, tóat tey høvdu verið fangar í Ivaborg hjá Vónloysi risa. Sum eg sigi, teir tóku tey við oman aftur til vegin og somuleiðis høvd risans; kropp hansara høvdu teir kastað ein grótdunga oman yvir. So komu teir til felagar sínar og vístu teimum tað, ið teir høvdu avrikað. Táið nú Veiksintur og Aftrutur sóu, at tað veruliga var høvdið á Vónloysi risa, vóru teir glaðir og fróir. Kristina dugdi ikki sørt at spæla á fiól, og Miskunn, sonarkona hennara, á hørpu, og við tað at tey nú vóru í so góðum lagi, fór hon at spæla fyri teimum, og Aftrutur fekk hug at dansa. Hann tók tí í hondina á Hjartkiptu, dóttur Forsagdan, og fór dansandi við henni eftir vegnum. Víst fekk hann ikki dansað, uttan hann hevði aðra høkjuna í hondini; men tað skal eg siga tykkum, at hann var heilt fótfimur, og eisini gentan mátti rósast fyri, at dansur hennara hóskaði væl til tað, ið spælt varð. Men Forsagdur legði nú ikki so nógv lag í tónleikin; hann vildi fyrr fáa sær at eta enn dansa, tí hann var nærum deyður í hungri. Kristina gav honum tí at drekka úr vínfløsku síni, so hann kundi ressast aftur, og síðani gjørdi hon honum mat til; táið so ein løta var gingin, svann máttloysi hansara burtur, og hann styrknaði væl aftur. Nú sá eg í dreymi mínum, at táið alt hetta var fullført, tók Djarvur høvdið av Vónloysi risa og setti tað á eina stong tætt við vegin, beint yvir av steyrinum, sum Kristin hevði reist, pílagrímum, sum eftir komu, til ávaringar, so teir komu sær ikki inn á hesa mark. Upp við stongini reisti hann eina marmorplátu, sum hesi ørindi vóru skrivað á: ?Her er hans høvd, hvørs navn í forðum var ein ræðsla tí, sum pílgrímsnavnið bar; hans borg er oydd, og Mistreyst, risans vív, við manni sínum mátti lata lív. Forsagdan loysti Djarvur út her við og dóttur hans nú eiga bæði frið. Um onkur ivast, lat hann hyggja her, og burt hvør ivi tá um hetta fer! Hvør lamin, ivasamur, dansa má, sum hetta sær, ei óttast longur tá. Um Ivaborg er løgd í oyði her, og risin Vónloysi ei høvd sítt ber synd eina nýggja borg skjótt fær í lag og blæsur lív í risan enn ein dag.? Táið nú hesir menn høvdu gjørt slíkt manndómsbragd, rivið Ivaborg á grund og dripið Vónloysi risa, hildu tey áfram og gingu, inntil tey komu til Lívsælu Fjøll, har Kristin og Vónríkur høvdu verðið so væl lívgaðir og notið av øllum tí góða, ið har var. Tey gjørdu seg eisini kunnig við hirðarnar har, sum bóðu tey vera vælkomin á Lívsælu Fjøllum soleiðis sum teir hina ferð bóðu Kristin vera. Táið hirðarnir tá sóu, at Djarvur sum teir kendu væl hevði so mong í fylgi við sær, søgdu teir við hann: ?Góði vinur okkara! Tað er ikki eiti á ferðafylgi, ið tú hevur; sig okkum, hvar hevur tú hitt øll hesi?? Djarvur svaraði: ?Nú, fyrst av øllum tá: Kristina ger við synum, sonarkonum, pílgrímsferð; hon setti kós úr myrka syndastað mót náði var ei annars her í dag. Og Ærligur hin gamli, her er hann, og Aftrutur á orð hans lítast kann og Veiksintur, hann vildi koma við, ei aðrastaðni fann hans hjarta frið. Forsagdur maður ein, sum svíkur ei og dóttir hans, tey tóku hesa leið. Er hús her fyri okkum, ella má eg longri fara? Lat eitt svar meg fá!? Tá søgdu hirðarnir: ?Hetta ferðafylgið dámar okkum væl; tit eru vælkomin hjá okkum, tí vit hava virðing fyri veikum líka so væl sum fyri sterkum. Kongur okkara hevur eyguni eftir tí, ið verður gjørt ímóti tí, sum minst hevur at týða av hesum, og veikleiki má tí ikki forða okkum at vísa gestablídni? (Matt. ). Teir leiddu nú pílagrímarnar at borgardurunum og søgdu: ?Kom inn, Veiksintur! Kom inn, Aftrutur! Komið inn, tú Forsagdur, og dóttir tín, Hjartkipta! Hesi, Djarvur? nú vendu hirðarnir sær til fylgismannin ?nevna vit við navni, nú vit bjóða teimum inn, við tað at tey hava mest lyndi at aftra seg; men teg og tykkum, sum sterk eru, biðja vit gera, sum tykkum lystir tú ert ikki ókunnigur her.? Nú segði Djarvur: ?Í dag síggi eg náðina lýsa úr andlitum tykkara, og at tit av sonnum eru hirðar Harra míns; tí tit hava ikki við síðu og bógvi fírt tey veiku burtur (Ez. ), men hava, sum tit eiga, stroytt blómur á veg teirra inn í borgina.? Tey ússaligu og veiku gingu so inn, og Djarvur og hini komu aftaná. Táið tey vóru setst, søgdu hirðarnir við tey veiku: ?Hvat ynskja tit tykkum? Tí? søgdu teir ?her má á allan hátt verða roynt at taka sær av teimum veiku líka so væl sum at áminna tey, ið illa skikka sær? ( Tess. ). Teir gjørdu so eina veitslu fyri teimum við mati, sum var góður at tola og tó smakkaði væl og var styrkjandi. Og táið tey høvdu etið, fóru tey at leggjast, hvør har sum honum varð víst at sova. Hirðarnir vóru altíð vanir at vísa pílagrímum ymiskt sjáldsamt, ið har var, áðrenn teir skiltust frá teimum. Morgunin eftir var sera bjart veður, og táið tey høvdu latið seg í og fingið sær ein bita, tóku teir tey tí alt fyri eitt við sær út á markina tí fjøllini vóru høg og vístu teimum fyrst tað, ið teir einaferð høvdu víst Kristini. Síðani fóru teir aðrastaðni við teimum. Fyrst komu tey niðan á Undurfjall. Har sóu tey nakað burtur ein mann, sum við orði sínum flutti fjøllini aftur og fram. Tey spurdu hirðarnar, hvat ið hatta meintist við, og teir søgdu teimum, at hasin maðurin var sonur hin Stórnáði, sum stendur at lesa um í fyrra parti av ?Pílagrímsferðini?, og at hann var settur har at vísa pílagrímum, hvussu teir við trúgv skuldu vinna og beina burtur av leið síni allar trupulleikar, ið á teir komu (Mark. ). Tá segði Djarvur: ?Eg kenni hann; hann ber av flest øllum.? Síðani fóru hirðarnir við teimum til eitt annað stað, niðan á Sakloysisfjall, og har sóu tey ein mann, sum var latin í hvítt, allur sum hann var, og tveir aðrar, Fordóm og Illvilja, sum samt og javnt blakaðu skarn á hann. Men tey sóu, at alt skarnið, ið teir blakaðu á hann, datt skjótt av honum aftur, og búni hansara varð aftur so reinur, sum hann aldri hevði verið dálkaður. Tá søgdu pílagrímarnir: ?Hvat meinist hetta við?? Og hirðarnir svaraðu: ?Hesin maður eitur Gudræddur, og búni hansara vísir, at lív hansara er reint. Hesir, sum blaka skarn á hann, eru slíkir, sum hata reina lív hansara. Men sum tit síggja, at skarnið fæst ikki at sita á klæðum hansara, soleiðis er við tí, sum livir eitt reint lív her í heiminum. Hvør ið so roynir at dálka slík, tað eydnast honum ikki; tí táið eitt sindur er fráliðið, ger Gud, at sakloysi teirra aftur er bjart sum ljósið, og rættvísi teirra sum middagurin.? Harnæst fóru teir við teimum niðan á eitt fjall, sum æt Næstakærleiki. Har sóu tey ein mann við einum klædnaknýti liggjandi framman fyri seg, sum hann skar klædnapløgg úr til fátæk, ið rundan um hann stóðu. Kortini minkaði ikki klæðið, ið hann skar av. ?Hvat vil hetta siga?? spurdu tey. ?Hetta skal vísa tykkum,? søgdu hirðarnir, ?at tann, sum hevur hjarta til at lata tey fátæku fáa burtur av tí, ið hann vinnur, skal aldri koma at sakna nakað kortini. Hann, ið vatnar, skal verða vatnaður sjálvur. Køkan, ið einkjan gav profetinum, voldi ikki, at hon hevði minni í krukkuni.? Og so fóru teir við teimum til eitt stað, har tey sóu ein mann, ið æt Dári, og ein, sum æt Vitarmur; teir tókust við at vaska einum Etiopara fyri at fáa hann hvítan; men tess meiri teir vaskaðu honum, tess svartari hann var. Tey spurdu hirðarnar, hvat hetta meintist við, og teir svaraðu: ?Soleiðis er við tí ónda; alt, ið gjørt verður fyri at fáa einum slíkum eitt gott navn, ger hann, táið av tornar, bert enn viðurstyggiligari. So var við farisearunum, og so verður við øllum hyklarum.? Tá segði Miskunn, kona Matteus, við Kristinu, móður sína: ?Hevði tað borið til, vildi eg fegin sæð holið í fjallinum, sum vanliga verður kallað hjávegurin til Helviti.? Móðir hennara segði nú hetta við hirðarnar, og teir gingu at hesum durum; tær vóru í fjallasíðuni. Teir lótu tær upp og bóðu Miskunn lurta eina løtu. Hon so gjørdi, og nú hoyrdi hon eitt siga: ?Bannaður veri pápi, at hann helt fótum mínum aftur frá at ganga friðarins og lívsins leiðir!? Eitt annað segði: ?Eg vildi, at eg hevði verið skræddur í petti, áðrenn eg fyri at bjarga lívi mínum misti sál mína!? Uppaftur eitt annað segði: ?Hevði eg sloppið at livað lívið umaftur, hvussu skuldi eg tá ikki avnoktað meg sjálvan heldur enn komið í hetta stað!? Tá varð henda unga kvinna so sligin av ræðslu, at tað var, sum sjálv jørðin suffaði og skalv undir fótum hennara; hon rýmdi bleik og piprandi burtur haðani og segði: ?Lukkuligur hann, og lukkulig hon, ið bjargað eru frá at koma í hatta stað!? Táið hirðarnir høvdu víst teimum alt hetta, fóru teir aftur í borgina við teimum og borðreiddu fyri teimum við tí besta, í húsinum var. Men Miskunn, sum var ung kona og gekk við barni, vildi fegin hava nakað, sum hon hevði sæð har, men ikki kom sær at biðja um. Vermóðir hennara spurdi hana tá, hvat ið bagdi; hon sá út, sum henni visti ikki væl við. ?Eitt spegl hongur í matarhøllini,? segði Miskunn, ?sum ikki gongur frá mær; eg óttist fyri, at mær fer ikki at vita væl við, fái eg tað ikki.? ?Eg skal siga við hirðarnar, hvat tað er, tú ynskir tær,? segði móðir hennara; ?teir sýta tær tað ikki.? ?Men,? segði Miskunn, ?eg skammist við, at hesir menn skulu fáa at vita, hvørjum eg havi tráað eftir.? ?Nei, nei, dóttirin,? segði Kristina, ?tað er heiður og ikki skomm at tráa eftir slíkum!? ?Ja, móðir,? segði Miskunn tá, ?vilt tú gera so væl, so spyr hirðarnar, um teir vilja selja tað!? Hetta spegl var óvanliga sjáldsamt. Hugdi tú í tað øðrumegin, sást tú teg sjálvan, í allar mátar sum tú sært út; men hugdi tú so í tað hinumegin, sást tú skilliga andlitið og myndina av sjálvum Kongi pílagrímanna. Ja, eg havi tosað við fólk, sum vita um tað, og tey hava sagt, at tey hava sæð sjálva tornakrúnuna á høvdi hansara, táið tey hava hugt í hetta spegl; eisini merkini í hondum, fótum og síðu hansara hava tey sæð í tí. Og so makaleyst er tað, at tú kanst síggja Kongin í tí, soleiðis sum tú ynskir tær at síggja hann livandi ella deyðan, á jørðini ella í Himli, lágt í eyðmýking ella hátt í dýrd, komandi at líða ella komandi at ráða. Kristina rópti tí hirðarnar burturfrá teir itu Kunnskapur, Royndur, Árvakin og Sannhjartaður og segði við teir: ?Ein dóttir mín gongur við barni, og hon hevur sæð nakað her í húsinum, sum hon hevur fingið slíkan hug at eiga, at hon væntar sær ikki at gangast væl, um tit sýta henni tað.? Royndur: ?Rópa hana, rópa hana! Vissuliga skal hon fáa tað, ið vit kunnu lata hana fáa.? Hon varð so rópt og spurd: ?Miskunn! Hvat er tað, ið tú ynskir tær?? Tá rodnaði hon og segði: ?Tað stóra speglið, sum hongur í matarhøllini.? Sannhjartaður leyp avstað eftir tí, og tað varð henni glaðiliga givið. Tá boygdi hon høvdið og takkaði teimum og segði: ?Av hesum veit eg, at eg havi funnið náði fyri eygum tykkara.? Eisini hinum ungu konunum góvu teir slíkar lutir, sum tær ynsktu sær, og monnum teirra róstu teir stórliga fyri, at teir saman við Djørvum høvdu dripið Vónloysi risa og lagt Ivaborg í oyði. Kristinu góvu teir eitt vakurt hálsband, somuleiðis øllum fýra døtrum hennara. Eisini oyrnaringar góvu teir teimum og dýrar steinar til høvuðprýði. Táið tey so fingu hug at fara haðani, lótu teir tey fara í friði, men góvu teimum ikki tær somu ávaringar, sum teir hinaferð høvdu givið Kristini og felaga hansara. Orsøkin til hetta var, at hesi høvdu Djarvan til at fylgja sær, og hann var væl royndur í øllum og kundi geva teimum ávaringarnar, so hvørt sum tað tørvaði táið onkur vandi var fyri hond. Og ávaringarnar, ið Kristin og felagi hansara fingu, tær vóru eisini gloymdar, táið um vardi at gera eftir teimum. Her var tá fyrimunurin, ið hetta ferðafylgið hevði fram um teir. Haðani hildu tey nú veg sín fram, syngjandi: ?Hygg, hvussu mangt eitt herbergi er sett til tey, sum vilja pílagrímar verða, so tey tó skulu sita heit og mett, sum her á fold útlendingar seg gera! Alt, ið tey eiga, okkum veitt tað er, so vit, tó fremmand, heim ei skulu sakna; tó bera vit várt pílgrímsmerki her, til í tí betra heimi sæl vit vakna.? Táið tey vóru skilst frá hirðunum, komu tey skjótt til tað staðið, har sum Kristin hitti ein, ið æt Faravleið, og sum var úr býnum Fráfalli. Hetta minti tí Djarvur, fylgismaður teirra, tey nú á og segði: ?Her var tað, Kristin hitti ein, ið æt Faravleið, og sum á baki sínum bar merkið upp á ólýdni sítt. Og hetta havi eg at siga um henda mann: Hann vildi ongum ráðum taka eftir; táið hann fyrst var fallin, hjálpti ikki at tosa við hann. Táið hann kom, hagar sum krossurin og grøvin vóru, hitti hann ein, sum bað hann hyggja hagar; men hann beit saman tenn, trampaði og segði, at hann hevði sett í seg at fara aftur, haðani hann var komin. Áðrenn hann kom at portrinum, hitti hann Evangelist, sum beyð sær at leggja hendurnar á hann og beina hann inn aftur á vegin. Men Faravleið stóð honum ímóti, og táið hann hevði víst honum nógvan óndskap, kleyv hann upp um múrin og slapp sær frá honum.? Tey hildu nú áfram, og júst har sum Trúarveikur hina ferð varð rændur, stóð ein maður við drignum svørði og alblóðigur um andlitið. Tá segði Djarvur: ?Hvør ert tú?? Maðurin svaraði: ?Eg eri ein, sum eiti Sannleiksverja. Eg eri pílagrímur og eri á ferð til Himmalstaðin. Sum eg nú gekk leið mína, herjaðu tríggir menn á meg og bóðu meg taka eitt av trimum: At geva meg í felagsskap við teir ella venda aftur, haðani eg var komin, ella lata lív har á staðnum (Orðt. ). Eg svaraði, at fyri tað fyrsta hevði eg leingi verið ein ærligur maður, og tí kundi ikki væntast, at eg nú skuldi fara at hava lut saman við tjóvum. Teir kravdu meg nú eftir svari upp á tað næsta, men eg segði, at um eg hevði ikki funnið staðið, haðani eg kom, at vera trupult, so var eg aldri farin haðani; men við tað at eg hevði sæð tað at vera mær eitt heilt óhóskandi stað, sum var mær til skaða at búgva á, so hevði eg vent tí bakið og tikið hesa leiðina. Nú spurdu teir, hvat eg segði til tað triðja. Eg svaraði, at lív mítt var mær nógv kærari enn so, at eg lættliga gav tað frá mær. ?Og haraftrat,? segði eg við teir, ?kemur tykkum einki við soleiðis at seta mær kor, so at leypa tit á meg, verður tað ringast fyri tykkum sjálvar.? Tá herjaðu teir á meg, hesir tríggir: Ørheysur, Hugsanarleysur og Uppíbland, og eg helt ímóti teimum. Vit bardust nú, eg einsamallur móti trimum, í heilar tríggjar tímar. Sum tit síggja, beri eg merki eftir megi teirra; men teir fóru heldur ikki ómerktir frá mær. Teir eru nettupp nú farnir; teir mundu hoyra tykkum koma og tóku tí til rýmingar.? Djarvur: ?Men tað var ójavnur bardagi tríggir móti einum.? Sannleiksverja: ?Víst var tað so; men lítið ella nógv hevur ikki mikið at siga fyri tann, ið hevur sannleikan við sær. ?Um so herur tekur støðu móti mær? hevur ein sagt ?óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggurr? (Sálm. ). Haraftrat? segði hann ?havi eg lisið onkustaðni, at ein maður hevur einsamallur barst við ein heilan her. Og hvussu mangar drap ikki Samson við einum esilskjálkabeini!? Tá segði fylgismaðurin: ?Hví rópti tú ikki? So kanska onkur kundi verið komin tær til hjálpar.? Sannleiksverja: ?Tað gjørdi eg; eg rópti til Kong mín; hann hoyrdi meg, tað visti eg, og hann kann veita ósjónliga hjálp. Tað var mær nóg mikið.? Djarvur segði nú við Sannleiksverju: ?Tú hevur staðið sum ein maður; lat meg síggja svørð títt!? Hann vísti honum tað. Táið hann hevði fingið tað í hondina og hugt at tí eina løtu, segði hann: ?Hygga síggj ektað jerúsalemsblað!? Sannleiksverja: ?Tað er tað. Lat ein mann hava eitt slíkt svørð og vera mentan at reiggja tað og hava dugnaskap at nýta tað hann kundi farið í holt við ein eingil við tí! Ikki nýtist honum at óttast fyri, at tað skal ikki halda, bert hann veit, hvussu tað skal brúkast. Aldri verður tað óhvast; tað klývur hold og bein, sál og anda og alt? (Heb. ). Djarvur: ?Men tú bardist leingi; eg undrist á, at tú vart ikki móður.? Sannleiksverja: ?Eg bardist, inntil eg var so móður í hondini, at eg fekk ikki slept svørðinum ( Sám. ), og hondin og svørðið vóru sum samangrógvin, eins og svørðið hevði vaksið út úr armi mínum; og táið blóðið rann mær av fingrunum, tá var eg djarvastur at berjast.? Djarvur: ?Tú stóðst teg væl; tú hevur gjørt mótstøðu líka til blóðið í bardaga tínum móti syndini (Heb. ); tú skalt vera hjá okkum og ganga inn og út við okkum, tí vit eru felagar tínir.? So tóku tey og vaskaðu sár hansara og góvu honum av tí, ið tey høvdu at styrkja seg við; síðani fylgdust tey. Djarvur helt ógvuliga nógv av honum; hann elskaði stórliga tann, sum hann sá vera ein djarvan og dugnaligan mann. Og við tað at teir høvdu við sær fólk, sum vóru veik og mótfallin, so spurdi hann hann, sum tey nú gingu, um mangt og mikið, fyrst og fremst, hvørjum landi hann var úr. Sannleiksverja: ?Eg eri úr Niðulandi. Har varð eg føddur, og har búgva foreldur míni enn.? ?Úr Niðulandi!? segði fylgismaðurin; ?er tað ikki somumegin sum Undirgangsstaður?? Sannleiksverja: ?Jú, tað er tað. Nú, tað, ið fekk meg at fara á pílagrímsferð, var hetta: Ein, sum æt Sannorðaður, kom hagar á leiðir okkara, og hann talaði um tað, ið Kristin hevði gjørt, sum helt avstað úr Undirgangsstaði, hvussu hann var farin frá konu og børnum og hevði givið seg at ferðast sum pílagrím. Tað varð eisini sagt fyri vist, at hann hevði dripið ein orm, sum kom ímóti honum á ferð hansara at forða honum, og hvussu hann vann vegin fram, hagar sum hann ætlaði sær. Eisini varð sagt frá, hvussu væl hann varð móttikin í øllum herbergum Harra síns, serliga táið hann kom at portrinum til Himmalstaðin; tí har segði hesin maður varð hann fagnaður av einum flokki av Skínandi, sum blástu horn. Hann segði eisini frá, hvussu allar klokkur í Staðnum ringdu við fagnaðarljóði, táið hann kom, og hvussu hann varð latin í gyltan búna og mangt annað, sum eg ikki skal taka upp aftur nú. Skjótt at siga, hesin maður segði so frá Kristini og ferð hansara, at hjarta mítt fór at brenna av tráan eftir at fara aftan á honum; hvørki pápi ella mamma fingu forðað mær. Eg fór tá frá teimum, og so langt sum higar eri eg komin á leið míni.? Djarvur: ?Tú komst inn um portrið komst tú ikki?? Sannleiksverja: ?Jú, jú! Hesin sami maður segði okkum eisini, at alt var til einkis, um vit komu ikki inn á henda veg um portrið.? ?Nú sært tú!? segði fylgismaðurin við Kristinu; ?tað hevur spurst víða, at maður tín fór á pílagrímsferð, og tað, ið hann harvið vann.? Sannleiksverja: ?Og hetta er kona Kristin?? Djarvur: ?Ja, ja! Og hetta eru teir fýra synir hansara.? Sannleiksverja: ?Hvat! Og farnir á pílagrímsferð við?? Djarvur: ?Ja, sanniliga! Teir fylgja honum eftir.? Sannleiksverja: ?Tað gleðir hjarta mítt. Á hin góði maður, hvussu glaður verður hann ikki, táið hann fær at síggja, at tey, sum ikki vildu koma við honum, kortini ganga inn um portrini á Himmalstaðnum sum hann!? Djarvur: ?Ja, sanniliga verður tað honum ein gleði; næst eftir tí at hann sjálvur er komin hagar, kann einki gera hann so glaðan sum at hitta konu og børn har.? Sannleiksverja: ?Men nú tú tosar um hetta, lat meg hoyra meining tína um eitt: Summi halda vera óvist, um vit fara at kenna hvørt annað, táið vit eru komin hagar.? Djarvur: ?Heldur tú, tey munnu kenna seg sjálv tá og kunnu gleðast um, at tey eru komin í slíka sælu? Og um so er, hví skulu tey tá ikki kenna onnur og gleðast um, at tey eru sæl við! Og uppaftur: Okkara næstu eru jú sum ein partur av okkum sjálvum tóat skyldskaparbond eru víst loyst har; men er tað ikki sera rímiligt at hugsa sær, at vit vera glaðari at síggja tey har enn sakna tey!? Sannleiksverja: ?Ja, eg hoyri, hvat tú heldur um hatta. Er nakað meir, sum tú vildi vitað um byrjanina av pílagrímsferð mín í?? Djarvur: ?Ja! Dámdi foreldrum tínum, at tú gavst teg til pílagrím?? Sannleiksverja: ?Nei, nei! Tey royndu, alt tey kundu, at yvirtala meg ikki at fara.? Djarvur: ?Hvat høvdu tey at siga ímóti, at tú fórt?? Sannleiksverja: ?Tey søgdu, at tað var eitt letingalív, og at eg hevði aldri fingið hug at verið pílagrímur, var eg ikki sjálvur ein letingi og vildi sleppa frá at arbeiða.? Djarvur: ?Hvat annað søgdu tey?? Sannleiksverja: ?Ja tey søgdu mær, at vegurin var vandamikil fram um allar aðrar vegir í heiminum, hesin vegur, sum pílagrímarnir ganga.? Djarvur: ?Peikaðu tey tær eisini á, í hvørjum hann var vandamikil?? Sannleiksverja: ?Ja, og tað í so mongum ymiskum lutum.? Djarvur: ?Nevn mær okkurt!? Sannleiksverja: ?Tey søgdu mær frá Mótloysismýri, sum Kristin mundi kódnað í. Tey søgdu, at bogaskjúttar stóðu til reiðar í Be'elzebubstorni at skjóta tey, sum ætlaðu at banka uppá við Tronga Portur. Eisini søgdu tey mær frá skóginum og frá teimum døpru fjøllunum, frá Torføra Fjalli og leyvunum og frá teimum trimum risunum Blóðmanni, Hamri og Dygdarbana. Haraftrat søgdu tey, at í Eyðmýkingardali spøkti ein grummur djevul, sum mundi dripið Kristin. ?Umframt hetta,? søgdu tey, ?mást tú ganga gjøgnum Deyðaskuggadal, har fult er av trøllum, har ljósið er myrkur, og har leiðin er full av snerrum, holum, fellum og tílíkum.? Tey søgdu mær frá Vónloysi risa og Ivaborg, og at har høvdu pílagrímar einki at vænta sær uttan undirgang. ?Enn meiri,? søgdu tey, ?tú noyðist at fara gjøgnum Gyklaða Land.? Og oman á alt hetta fór eg at koma at eini á, søgdu tey, sum eingin brúgv var um, og henda á var ímillum meg og Himmallandið.? Djarvur: ?Var hetta alt?? Sannleiksverja: ?Nei; tey søgdu mær eisini, at vegurin var fullur av svikarum, og at har lógu menn á lúri fyri at lokka góð fólk burtur av leið teirra.? Djarvur: ?Men hvussu greiddu tey frá hesum?? Sannleiksverja: ?Tey søgdu, at Verðsligur Vísdómur lá har og lúrdi eftir at tøla, og at Siðakristin og Hyklari ferðaðust samt og javnt á hesum vegi. Eisini søgdu tey, at Fleirhugi, Prátari og Demas fóru at vera eftir mær at fanga meg, at Smikrari fór at fáa meg fastan í net sítt, ella at eg sum Fávitska, tann býttlingurin, fór at vága mær at portrinum og so sum hann verða sendur aftur til holið í fjallasíðuni og koyrdur hjávegin til Helviti.? Djarvur: ?Tað haldi eg við, hatta var nóg mikið at taka áræðið frá tær. Men søgdu tey so ikki meir?? Sannleiksverja: ?Jú, steðga nú! Tey søgdu mær eisini, at mangur hevði líka frá fyrndini roynt at ganga henda veg og var komin heilt langt á honum at vita, um hann fann ikki nakað av hesi dýrd har, sum so mong høvdu tosað um tíð eftir tíð, og var so komin heimaftur og hevði kallað seg ein býttling, sum nakrantíð fór út um dyrnar at ganga hesa leið. Og hetta hevði verið væl dámt av fólki. Tey nevndu ein heilan hóp av fólki, sum so hevði gjørt, til dømis Harðvunnan, Lagaligan, Mistrúgv, Ræddan, Faravleið, Gudsnoktara hin gamla og mong onnur. Summi hesi, søgdu tey, høvdu gingið langt at vita, hvat tey kundu finna; men ikki eitt hevði havt so frægan vinning av at fara, at tað vigaði móti eini fjøður.? Djarvur: ?Søgdu tey nakað meir fyri at taka áræðið frá tær?? Sannleiksverja: ?,Ja, tey søgdu mær frá einum, ið æt Bangafullur, og sum var pílagrímur; hann kendi seg so einsligan á hesum vegi, at hann hevði valla ein glaðan tíma á honum. Eisini tosaðu tey um Forsagdan, sum mundi doyð í hungri á ferðini, ja, og tað mundi eg gloymt at hvussu so varð roynt at dylja tað, so var einki at ivast í, at Kristin, sum so nógv tos hevði verið um, aftan á alt, ið hann hevði vágað fyri at vinna eina himmalska krúnu, var druknaður í Svartá og var ikki komin eitt stig um hana.? Djarvur: ?Og misti tú ikki mótið, táið tú hoyrdi alt hetta?? Sannleiksverja: ?Nei, tað var mær sum einki alt samalt.? Djarvur: ?Hvussu bar tað til?? Sannleiksverja: ?Nú eg trúði við sama lagi tí, ið Sannorðaður hevði sagt, og tað lyfti meg upp um alt.? Djarvur: ?Og við hesum vanst tú sigur við trúgv tíni!? ( Jóh. ). Sannleiksverja: ?Ja, so var tað. Eg trúði; tí fór eg avstað, kom inn á vegin, bardist við allar, sum herjaðu á meg, og soleiðis eri eg við trúgv komin higar. Tann, manndómsmegi síggja vil, hann higar koma kann og síggja ein, í stormi, ódn seg vísti sum ein mann; tí einki tann at dvína fær, ið hvat so møtir her, sum satt og ei í orðum bert ein pílagrímur er. Læt frættast, hvat ið frættast vil, sum mót kann niður slá! Ei nøkur søga, sonn og rong, kann hann at steðga fá. Lat leyvur, risar herja á! Hann høvdið høgt tó ber, sum satt og ei í orðum bert ein pílagrímur er. Nei, djevlar, spøkilsi og trøll og alt, ein nevna vil, ei forðar tí, sum ævigt lív vil ná um lítið bil; tí allir skuggar svinna brátt, og einki enda ger á tí, sum ei í orðum bert ein pílagrímur er.? Nú vóru tey komin at Gyklaða Landi, har luftin hevði lyndi at gera tey tung í svøvni. Har var avtakið í tornum og tistlum; bert her og har vóru gyklað leyvhús, sum vóru so skikkað, at um tú settist har ella svavst har, so var óvist søgdu summi um tú komst aftur á føtur ella vaknaði aftur í hesum heimi. Vegurin gekk ígjøgnum henda skóg av tornarunnum, og Djarvur gekk undan, við tað at hann var fylgismaður teirra; aftastur gekk Sannleiksverja; hann skuldi verja tey fyri álopi aftanífrá, um nú onkur djevul, risi, dreki ella ránsmaður skuldi lagt á tey, sum aftast vóru, og viljað gjørt teimum mein. Sum tey nú hildu áfram her, hevði hvør maður drigið svørð í hondini; tí tey vistu, at her var vandi fyri hond. Men tey royndu at ugga hvørt annað, sum best tey kundu. Djarvur segði, at Veiksintur skuldi ganga tætt aftan á honum, og Sannleiksverja hevði Forsagdan beint fyri sær, so at hann sá hann. Og ikki vóru tey komin langt, tá fall tjúkkur mjørki og ógvuligt myrkur á tey øll; eina góða løtu sóu tey nóg illa hvørt annað og vóru tí noydd at tosa saman fyri ikki at missa hvørt annað burtur; tey gingu ikki í skoðan ( Kor. ). Sum ein og hvør kann hugsa sær, var tann besti av teimum nóg illa staddur her, og hvussu mangan ringari mátti tá ikki vera hjá kvinnunum og børnunum, sum bæði vóru sárføttari og høvdu minni treysti! Men við tað at bæði oddamaður teirra og hann, ið aftastur gekk, styrktu tey so væl við treystligum orðum, so gekst teimum kortini væl frægari, enn væntast kundi, at stólpa seg fram. Eisini gjørdi tað gongdina so møðsama her, at vegurin var so ógvuliga skitin og hálur. Og ongastaðni her var so mikið sum eitt herbergi ella ein matarsøla, sum tey veiku kundu fara inn í at styrkja seg. Her hoyrdist tí tivan, eymkan og suffan; eitt snávaði um ein runn, og eitt annað smokkaði niður; summi børnini mistu skógvarnar av fótunum í díkjunum. Eitt rópti: ?Eg datt!? eitt annað: ?Hey, hvar eru tit?? og uppaftur eitt annað: ?Eg eri fastur í tornarunnunum og sleppi ikki leysur aftur!? Endin varð tó, at tey komu til eitt leyvhús, sum var lýtt og sá út, sum tað kundi verið pílagrímum eitt gott hvíldarstað; tí tað var tætt umgivið av trøum og runnum, sum høvdu sera vakurt leyv, og har vóru beinkir og aðrir sessir. Eisini var har ein bleyt lega, sum tann, ið móður var, kundi hvíla seg á. Táið tit hugsa um, hvussu pílagrímunum visti við, so kunnu tit ætla, at hetta var freistandi; tí tey vóru longu farin at kenna seg máttleys av at ferðast á hesum ringa vegi; kortini var ikki so mikið sum eitt av teimum, ið hugsaði um at steðga har, nei, eg dugdi ikki betur at síggja, enn at táið tey komu tætt fram við slíkum leyvhúsum, mentu tey seg vanliga enn meir og bóðu hvørt annað hava gott treysti og avnokta holdið; so væl lurtaðu tey eftir tí, ið fylgismaður teirra áminti tey um, og so trúliga segði hann teimum frá vandunum, ið vóru á leið teirra, og av hvørjum slagi hesir vandar vóru. Hetta leyvhús æt Letingavinur og var gjørt fyri um gjørligt at lokka onkun pílagrím at leggja seg til hvíldar har, táið hann var móður. Eg sá nú í dreyminum, at tey hildu áfram hesa einsligu leið sína, inntil tey komu til eitt stað, har ein lættliga viltist av vegnum. So leingi sum ljóst var, fekk fylgismaðurin væl sagt teimum, hvørjar tær gøturnar vóru, sum førdu av leið; men táið myrkt var vorðið, visti hann ikki, hvat hann skuldi gera. Men hann hevði uppi á sær eitt kort, sum vísti allar vegir til Himmalstaðin og frá honum; tí tendraði hann ljós tí amboð til tað bar hann altíð uppi á sær og hugdi í kortið. Har stóð, at á hesum staði mátti tú varða teg fyri at sneiða til høgru. Og hevði hann ikki verið varin her og hugt í kortið, so høvdu tey helst kódnað í runu; tí tætt framman fyri tey, og tað á tí vegnum, sum reinastur var, har var eitt hol, eingin veit, hvussu djúpt, fult av berari runu; tað er grivið har júst fyri at forkoma pílagrímum. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at ein og hvør, sum fer á pílagrímsferð, eigur at hava eitt slíkt kort uppi á sær, sum hann kann hyggja í og finna vegin, ið hann eigur at taka, táið hann er í óvissu. Tey hildu nú áfram her í Gyklaða Landi, inntil tey komu at einum øðrum leyvhúsi; tað var reist tætt við vegin. Í hesum leyvhúsi lógu tveir menn; teir itu Gáloysin og Dittin. Hesir menn vóru á pílagrímsferð og vóru komnir higar; men við tað at teir vóru pøstir av ferðini, settust teir her at hvíla seg og vóru so sovnaðir fast. Táið pílagrímarnir sóu teir, steðgaðu teir á og ristu við høvdinum; tí teir vistu, at hesir, sum lógu har og svóvu, vóru í eini syndarligari støðu. Tey samráddust nú um, hvat tey skuldu gera, um tey skuldu halda áfram og lata teir sova, ella tey skuldu fara til teirra og vita, um tey fingu ikki vakt teir. Tey komu til tað úrslit, at tey skuldu fara og vekja teir, um tað var gjørligt; tó skuldu tey varða seg væl og ikki seta seg niður ella njóta nakað av tí góða, ið var at fáa í hesum leyvhúsi. Tey fóru so inn og talaðu til menninar og nevndu teir við navni; tí fylgismaðurin tyktist kenna teir. Men tað læt ikki í teimum, og teir svaraðu ikki. Fylgismaðurin skakaði teir og gjørdi alt, ið hann kundi, fyri at fáa teir at vakna. Tá læt í øðrum: ?Eg skal gjalda tær, táið eg fái pengar mínar.? Fylgismaðurin risti við høvdinum at hesum. ?Eg skal berjast, so leingi sum eg fái hildið svørðinum í hondini,? læt í hinum. Tá fór eitt av børnunum at læa. Kristina spurdi nú: ?Hvussu skal hetta skiljast?? Fylgismaðurin svaraði: ?Teir tosa í svøvni. Um tú slært teir, bukar teir, ella hvat tú so gert við teir, svara teir tær á henda hátt. Tað er, sum ein slíkur segði í forðum, táið havsbylgjurnar brutu á hann, og hann var sum ein, ið svevur uppi í mastrartoppinum: ?Táið eg vakni, leiti eg aftur til tað? (Orðt. ). Tú veitst, at táið fólk tosa í svøvni, siga tey mangt og hvat, men tað er hvørki trúgv ella vit, ið stýrir orðum teirra. Tað er líka lítið skil í tí, teir siga nú, sum tað var í, at teir, sum vóru á pílagrímsferð, skuldu seta seg her. Hetta er vanlukkan, táið gáloysin fólk fara á pílagrímsferð; ein kann vedda tjúgu móti einum, at hetta verður endin á teimum. Gyklaða Land er eitt tað seinasta staðið, sum fíggindi pílagrímanna fær fingið sær tilhald í; tað liggur, sum tit síggja, tætt við endan á vegnum og er okkum tí so mikið vandafullari. Tí fíggindin hugsar: Hesir býttlingar munnu ongantíð vera so fegnir at seta seg niður, sum táið teir eru móðir, sum nú ferð teirra er nærum at enda!? Sum eg sigi, tí er tað, at Gyklaða Land liggur so nær landinum Ektavívi og so nær endanum á vegnum. Tí mugu pílagrímar varða seg væl, so tað gongst teimum ikki sum hesum báðum, ið, sum tit síggja, eru sovnaðir so fast, at eingin fær teir at vakna.? Nú pipraðu pílagrímarnir og vildu fegin halda áfram; bert bóðu tey fylgismannin tendra ljós, so tey kundu ganga restina av vegnum við lykt. Hann so gjørdi, og nú høvdu tey ljós at lýsa sær restina av vegnum; ógvuliga myrkt var. Børnini vóru nú ógvuliga móð, og tey róptu til hansara, sum elskar pílagrímar, at gera teimum leiðina lættari. Og táið tey so høvdu gingið eitt lítið stykki aftrat, kom eitt gul, sum gjørdi, at mjørkin lætti, og luftin gjørdist klárari. Tey gingu tó enn í Gyklaða Landi; men nú sóu tey hvørt annað betur og somuleiðis vegin, ið tey skuldu ganga eftir. Táið tey nú nærum vóru komin gjøgnum Gyklaða Land, hoyrdu tey nakað framman fyri seg eina álvarsama rødd sum frá einum, ið hevði nógv á hjarta. Tey gingu longri og hugdu fram um seg, og nú tyktist teimum at síggja ein mann, sum lá á knæ við hondum og eygum lyftum móti Himli og tosaði so tykti teimum íðin við ein, sum omanfyri var. Tey fóru nærri, men skiltu ikki tað, ið hann segði, og gingu tí spakuliga, inntil hann gavst. Táið hann var liðugur, reistist hann og tók at renna, tann vegin sum Himmalstaðurin lá. Tá rópti Djarvur eftir honum og segði: ?Nú, nú, vinur mín! Lova okkum at fylgjast við tær, um tú skalt til Himmalstaðin, og tað kann eg ætla, tú skalt!? Nú steðgaði maðurin, og tey komu til hansara. Við tað sama sum Ærligur sá hann, segði hann: ?Eg kenni handa mannin!? Tá segði Sannleiksverja: ?Góði, sig mær, hvør hann er!? ?Hatta er ein,? svaraði hann, ?sum kemur haðani av leið, sum eg búði áður; hann eitur Vikastikki og er óivað ein heilt góður pílagrímur.? Við tað sama, sum tey komu til hansara, segði Vikastikki við Ærligan gamla: ?Hey, Ærligur faðir! Ert tú her?? ?Ja,? svaraði hann, ?tað er líka vist, sum at tú ert her.? ?Tað eri eg ógvuliga glaður um,? segði Vikastikki, ?at eg hitti teg her á vegnum.? ?Og ikki minni glaður eri eg,? svaraði Ærligur, ?at eg fann teg á knøunum.? Tá rodnaði Vikastikki og segði: ?Hvat sigur tú! Sást tú meg?? ?Ja, tað gjørdi eg,? svaraði Ærligur, ?og tann sjón gleddi hjarta mítt.? ?Og hvat hugsaði tú tá?? spurdi Vikastikki. ?Hugsaði!? svaraði Ærligur; ?hvat skuldi eg hugsa! Eg hugsaði, at har hittu vit ein ærligan mann á vegnum, og at best var at koma sær í fylgi við hann.? ?Tað er gleðiligt fyri meg,? segði Vikastikki, ?um tú hugsaði beint í hasum, og eri eg ikki, sum eg eigi, so má eg bera tað einsamallur.? ?Satt er tað,? svaraði Ærligur; ?men ótti tín vissar meg enn meiri um, at væl veit við millum Kong pílagrímanna og sál tína; tí? segði hann ?Sælur er tann, ið altíð óttast; men tann, ið herðir hjarta sítt, hann fellur í vanlukku? (Orðt. ). Sannleiksverja: ?Gott! Men, bróðir, ger so væl og sig okkum, hvat tað var, sum fekk teg at liggja á knæ júst nú! Er ein serlig náði tær víst, sum tú kendi tað skyldu tína at takka fyri, ella hvussu?? Vikastikki: ?Vit eru jú, sum tú sært, í Gyklaða Landi, og sum eg gekk, hugsaði eg um fyri meg sjálvan, hvussu vandafullur ið vegurin er at ferðast eftir her, og hvussu mangur, ið hevur komið líka higar á pílagrímsferð og hevur so kortini verðið steðgaður og forkomin. Eg hugsaði eisini um, hvussu deyðin er, ið hetta stað ger enda á fólki við. Tey, sum doyggja her, doyggja ikki av nakrari harðari sjúku. Deyðin, ið slík doyggja, er teimum lættur; tí tann sum fer burtur sovandi, byrjar ta ferð sína glaður og hugaður; ja, slík geva seg glaðiliga til tols við henda deyða.? Nú breyt Ærligur hann av og segði: ?Sást tú hasar báðar, sum lógu og svóvu í leyvhúsinum?? Vikastikki: ?Ja, ja; eg sá Gáloysnan og Dittnan har, og helst verða teir liggjandi har, inntil teir rotna. Men eg skal halda áfram við hasum, ið eg tosaði um. Sum eg segði, meðan eg nú hugsaði um hetta, kom ein í ógvuliga vøkrum, men gamaldags búna til mín og beyð mær hesi trý: Likam sítt, pung sín og song sína. Sannleikin er nú, at eg var móður og vildi illa sova. Eisini eri eg so fátækur sum ein kirkjurotta, og tað visti henda trøllkonan kanska við. Nú, eg stóð henni ímóti, bæði eina ferð og tvær ferðir; men tað legði hon einki í; hon smílkaðist bert. Tá kom ilt í meg; men tað legði hon so heilt einki í. So beyð hon mær uppaftur hetta áður nevnda og segði, at vildi eg geva meg í vald hennara, skuldi hon gera meg bæði stóran og lukkuligan. ?Tí,? segði hon, ?eg ráði yvir øllum heiminum, og eg geri menn lukkuligar.? Eg spurdi nú, hvat hon æt, og hon svaraði, at hon æt Sápubløðra. Hetta fekk meg at standast enn meiri við hana; men hon helt á at fylgja mær og royna at lokka meg. Tá var tað, eg tók til, sum tú sást, at leggja meg á knæ og við upplyftum hondum og rópum biðja til hansara, sum lovar at hjálpa. Og júst táið tit komu, fór henda kvinnan frá mær. Eg helt tá fram í bønini og takkaði fyri hesa stóru bjarging; tí eg ivist ikki í, at hon vildi mær ilt og ætlaði at forða mær at halda fram ferð mína.? Ærligur: ?Ja, ikki var at ivast í, at hon ætlaði ilt. Men bíða nú tú tosar um hana, tykir mær, at annaðhvørt havi eg sæð hana ella hoyrt okkurt sagt um hana!? Vikastikki: ?Tú hevur kanska bæði.? Ærligur: ?Sápubløðra! Er hon ikki høg og vøkur og nakað dimmleidd?? Vikastikki: ?Beint, púra beint! Hon er júst so.? Ærligur: ?Tosar hon ikki við ógvuliga bleytari rødd og smílist til tín, hvørja ferð hon endar eina setning?? Vikastikki: ?Tú rakti uppaftur beint: tí júst so er atburður hennara.? Ærligur: ?Ber hon ikki ein stóran pung við liðina, og stingur hon ikki tíðum hondina í hann og ringlar við pengunum, sum teir høvdu verið hjartans gleði hennara?? Vikastikki: ?Júst so er tað; um hon hevði staðið her alla tíðina, kundi tú ikki sett hana meiri livandi fram fyri meg og málað útsjónd hennara betur av.? Ærligur: ?So var hann meðan hegnigur málari, sum teknaði mynd hennara, og so var hann sannorðaður, sum skrivaði um hana.? Djarvur: ?Henda kvinna er ein trøllkona, og tað er gandur hennara, sum voldir, at landið er gyklað. Tann, sum leggur høvur sítt í fang hennara, kundi líka gjarna lagt tað á stabban, sum øksin hongur yvir, og tann, sum festir eygu síni við vakurleika hennara, verður roknaður fyri Guds fígginda. Tað er hon, sum uppiheldur í dýrd øllum teimum, sum eru fíggindar pílagrímanna, ja, tað er hon, sum hevur fingið mangan at halda uppat við pílagrímslívinum. Hon er eitt ræðuligt sleygivætti; altíð eru bæði hon og døtur hennara eftir einumhvørjum pílagrími og tosa við hann um, hvussu gott tað er at njóta lívið, og at ein eigur at taka tað fyrst. Hon er ein frek og skammleys teys; hon tosar við hvønn mann. Fátækar pílagrímar flennir hon út á háð og spott; men teimum ríku prísar hon stórliga. Er onkur á einum plássi nóg snildur at vinna pening, so gongur hon hús úr húsi og rósar honum. Veitslur og gildi dámar henni óføra væl; altíð situr hon til borðs onkustaðni og nýtur góðgæti. Sumstaðni hevur hon sagt seg at vera gudinnu og verður tí dýrkað av summum. Hon hevur tíð sína og opin pláss, har hon drívur svikalistir sínar, og hon sigur og svør uppá, at eingin kann gera tað so gott sum hon. Hon lovar, at hon skal vera hjá børnum sínum, bert tey eru góð við hana og seta hana høgt. Sumstaðni og til summi blakar hon gull sum dust úr pungi sínum. Henni dámar, at leitað verður til hennara, og henni dámar at verða róst og at liggja í føvninginum á monnum. Aldri troyttast hon av at rósa vørum sínum, og hon er best við tey, sum halda mest um hana. Hon lovar teimum krúnur og kongaríki, sum bert vilja gera eftir ráðum hennara; men mong hevur hon beint í gálgan, og tíggju túsund ferðir so mong hevur hon beint í Helviti.? ?Á,? segði Vikastikki, ?hvussu stór náði var tað ikki, at eg stóð henni ímóti! Tí hvar kundi hon ikki havt drigið meg!? Djarvur: ?Hvar? Ja, tað veit eingin uttan Gud. Men tað kunnu vit vita, at hon hevði í heila tikið drigið teg út í ?mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang? ( Tim. ). Hon var tað, ið fekk Absalon at reisa seg móti faðir sínum og Jeroboam móti harra sínum. Hon var tað, ið yvirtalaði Judas at selja Harra sín og Demas at geva uppat at ferðast sum pílagrím í gudsótta. Eingin kann siga so frá illgerðum hennara, at tær eru ikki verri. Hon setur ilt millum kong og fólk, millum foreldur og børn, millum granna og granna og millum hjún; hon fær ein mann í stríð við seg sjálvan, og hon vekur stríð millum hold og Anda. Ver tí, Vikastikki góði, sum navn títt er, og statt, eftir at hava vunnið sigur á øllum!? (Ef. ). Henda samtala fekk pílagrímarnar bæði at gleðast og at nøtra; men endin varð, at tey skóru í at syngja: ?Hvør neyðstaddur av fíggindum ein pílagrímur er! Í hvørjum horni lúrir synd á hesi vandaferð. Í díkið smokkar mangur ein og situr fastur har, og mangur, sum úr havsneyð slapp, í eldi brendur varð.? Aftan á hetta sá eg, at tey gingu, inntil tey komu í tað landið, sum æt Ektavív, har sólin skinur bæði nátt og dag. Við tað at tey vóru so móð, tóku tey sær eina tíð at hvíla seg har. Og við tað at pílagrímar høvdu frítt at njóta tað, sum í hesum landi var, og kongurin yvir Himmalstaðnum átti urtagarðarnar og víngarðarnar har, so høvdu tey loyvi at fáa sær av øllum, ið har var. Men her styrknaðu tey, um tey so bert fingu ein dúr. Og í heilum varð ringt við klokkunum og blást í hornini, og tað so vakurt, at tey fingu ikki sovið; men, sum sagt, tey styrknaðu kortini líka nógv av tí, sum tey høvdu sovið sín fulla svøvn. Tey, sum gingu á gøtunum her, róptu hvørt til annað: ?Pílagrímar eru komnir aftrat higar!? Og so segði uppaftur onkur annar: ?So og so mong fóru um ánna í dag og sluppu inn um tey gyltu portrini.? So varð aftur rópt: ?Fleiri túsund Skínandi eru júst nú komnir higar, og av tí vita vit, at uppaftur meiri av pílagrímum eru á veg; teir Skínandi koma higar at vera teimum til tænastu og troysta teir eftir sorgina.? So fóru pílagrímarnir aftur á føtur og gingu aftur og fram; men eygu teirra vóru nú full av himmalskum sjónum, Í hesum landi hoyrdu tey einki, sóu tey einki, føldu tey einki, luktaðu tey einki, og smakkaðu tey einki, sum gjørdi maga ella sinni mein; bert vatnið í ánni, sum tey skuldu fara um, tyktist teimum at smakka heldur beiskt, táið tey drukku av tí; men táið tað var niður komið, vísti tað seg at vera søtt. Á hesum plássi var ein bók við nøvnum teirra, sum í forðum tíðum høvdu verið pílagrímar, og øll manndómsbrøgd teirra vóru uppskrivað í hana. Her varð eisini tosað nógv um, hvussu djúp ið áin hevði verið, táið summi vóru farin um hana, og hvussu grunn hon hevði verið, táið summi vóru farin. Summi høvdu næstan ikki verðið vát um føturnar, og táið summi vóru farin, hevði hon fløtt yvir bakkarnar. Børnini her í býnum plagdu at fara í urtagarðar Kongsins og henta pílagrímunum blómur og síðani koma bæði glað og blíð og bera teimum tær. Her vaks eisini kamfur, nardus, safran, kalmus, kanel og alskyns trø, sum bóru roykilsi, myrra, aloe og allar tær bestu kryddurtirnar. Hetta varð nýtt til at fáa góðan anga í kamarum pílagrímanna, alla tíðina ið tey steðgaðu har, og við hesum vórðu likam teirra salvað fyri at gera tey til at fara um ánna, táið tíðin var komin at fara. Meðan tey nú steðgaðu her og bíðaðu eftir tí góðu stundini, frættist í býnum, at ein boðberi var komin úr Himmalstaðnum, sum hevði nakað av stórum týdningi at siga við eina, sum æt Kristina og var einkja eftir Kristin pílagrím. Spurt varð, hvar hon búði, og húsið varð funnið, har hon helt til. Boðberin hevði eitt bræv til hennara, og í tí stóð: ?Ver heilsað, góða kvinna! Eg havi tíðindi at bera tær, at Meistarin kallar teg og væntar, at tú, áðrenn tíggju dagar eru umlidnir, skalt vera, har sum hann er, í búna, sum ódeyðilig bera.? Táið hann hevði lisið hetta bræv fyri henni, gav hann henni samstundis eitt álítandi tekin fyri, at hann var ein sannur sendimaður, sum var komin at biðja hana skunda sær at fara avstað, Tekinið var ein pílur, hvestur við kærleika, sum lagaliga varð sendur inn í hjarta hennara, og sum so við og við virkaði so sterkt inn á hana, at táið tann ásetta tíðin var komin, visti hon, at hon mátti fara. Táið Kristina skilti, at tíð hennara var komin, og at hon var tann av ferðafylginum, sum fyrst skuldi um ánna, sendi hon boð eftir Djørvum, fylgismanni sínum, og segði honum hetta. Hann svaraði henni, at tað var hann hjartaliga glaður um at hoyra, og væl hevði hann viljað, at tað var til hansara, boðberin hevði ørindi. So bað hon hann leggja sær ráð, hvussu ferð hennara skuldi fyrireikast í allar mátar, og hann segði henni, at so og so mátti gerast, ?og,? segði hann, ?vit, sum eftir verða, skulu fylgja tær at ánni.? Nú sendi hon boð eftir børnum sínum og vælsignaði tey og segði við tey, at tað hevði verið henni ein troyst at lesa merkið, ið sett var teimum í pannuna, og at hon var glað um, at tey vóru hjá henni har og høvdu hildið búna sín so hvítan. Og síðani skrivaði hon teimum fátæku til tað lítla, ið hon átti, og álegði synum og døtrum sínum at vera til reiðar, táið boðberin kom til teirra. Táið hon hevði tosað hetta við fylgismann sín og børn síni, sendi hon boð eftir Sannleiksverju og segði við hann: ?Tú hevur víst teg sannhjartaðan, allastaðni har sum tú hevur verið; verð nú trúgvur til deyðan, og Kongur mín skal geva tær krúnu lívsins! (Op. ). Eg bøni teg eisini at hava eyguni eftir børnum mínum, og sært tú tey nakrantíð veik, so tosa við tey og royn at styrkja tey! Døtur mínar sonarkonur mínar hava verið trúfastar, og tær fáa til endans lyftini uppfylt á sær.? Og Vikastikki gav hon ein ring. So sendi hon boð eftir Ærligum og segði við hann: ?Hygg, hetta er sanniliga ísraelsmaður, sum ikki er svik í!? (Jóh. ). Tá segði hann: ?Eg ynski tær ein vakran dag, táið tú heldur avstað at fara til Zionsfjall, og eg vildi væl, at tú skuldi sloppið um ánna uttan at verðið vát um føturnar.? Men hon svaraði: ?Um eg komi vát ella turr um ánna, so leingist mær at fara; tí hvussu so veðrið er á ferð míni táið og eri komin hagar, fái eg nóg nógva tíð at seta meg niður at hvíla og turka meg, um eg eri vát.? Hin góði maðurin Aftrutur kom nú at finna hana, og hon segði við hann: ?Higartil hevur ferð tín verið torfør; men so mikið tess søtari verður hvílan. Men ver vakin og til reiðar; tí boðið kann koma eftir tær, táið tú minst varir!? Táið hann var farin, komu Forsagdur og dóttir hansara, Hjartkipta. Við tey segði hon: ?Tit eiga allar dagar at minnast við takksemi, hvussu tit vórðu bjargað úr hondunum á Vónloysi risa og út úr Ivaborg. Tann náði hevur gjørt, at tit eru komin higar í øllum góðum. Verið vakin og latið ótta fara! Verið edrú og vónið líka til endan!? Síðani segði hon við Veiksintan: ?Tú vart bjargaður úr gapinum á Dygdarbana risa, fyri at tú skuldi liva ævigt í ljósi teirra, sum liva, og við gleði síggja Kong. Bert mæli eg tær til at umvenda teg frá lyndi tínum til at óttast og at ivast um góðsku hansara, nú áðrenn hann sendir boð eftir tær, fyri at tú ikki, táið hann kemur, skalt noyðast at standa til skammar fyri honum um skeivan atburð? ( Jóh. ). Nú nærkaðist dagurin, táið Kristina mátti avstað, og vegurin var fullur av fólki, sum kom at síggja hana fara. Men nú sóu tey á áarbakkanum hinumegin fult av hestum og vognum, sum komin vóru oman úr staðnum at fylgja henni niðan at portrinum. So kom hon oman og fór yvirum, eftir at hon hevði veittrað farvæl til teirra, sum høvdu fylgt henni oman at ánni. Síðstu orð, ið hon var hoyrd at siga, vóru hesi: ?Eg komi, Harri, at vera hjá tær og lova tær!? Síðani fóru børn og vinir hennara heimaftur, táið nú hesir, sum bíðaðu eftir Kristinu, vóru farnir við henni, so tey sóu hana ikki longur. Hon fór nú og kallaði við portrið og fór inn við øllum teimum fagnaðarsiðum, sum Kristin, maður hennara, var farin inn við undan henni. Børn hennara grótu, táið hon fór. Men Djarvur og Sannleiksverja spældu vakurt á skáltrummum og hørpum; so glaðir vóru teir. Og nú fóru tey heim, hvør til sín. Táið ein tíð var gingin, kom aftur ein boðberi til staðs, og hann hevði ørindir til Aftrutan. Hann leitaði hann upp og segði: ?Eg eri komin til tín í navni hansara, sum tú hevur elskað og fylgt, um so á høkjum. Ørindi míni eru at siga tær, at hann vil fegin hava teg við til borðs at eta nátturða við sær í ríki sínum dagin eftir páskir; ger teg tí til at fara avstað!? Og so gav hann eisini honum eitt tekin fyri, at hann var ein sannur sendimaður og segði: ?Eg havi brotið sundur gullskál tína og slitið silvurtráð tín? (Præd. ). Aftan á hetta sendi Aftrutur boð eftir pílagrímunum, sum hann hevði ferðast saman við, og segði við tey: ?Eg havi fingið boð at koma, og Gud skal vissuliga vitja tykkum við? ( Mós. ). Síðani bað hann Sannleiksverju skriva testamenti sítt, og við tað at hann átti einki at lata eftir til teirra, ið skuldu liva, táið hann var farin, uttan høkjur sínar og góð ynski, so segði hann: ?Hesar høkjur lati eg eftir til son mín, sum skal stíga í fótasporum mínum, saman við hundrað heitum ynskjum um, at hann skal roynast betur enn eg.? So takkaði hann Djørvum fyri, at hann hevði verið fylgismaður hansara og víst honum góðsku, og síðani gjørdi hann seg til at fara ferðina. Táið hann kom at áarbakkanum, segði hann: ?Nú komi eg ikki at nýta hesar høkjur longur, við tað at hinumegin eru vognar og hestar at føra meg.? Síðstu orð, ið hann var hoyrdur at siga, vóru: ?Vælkomið, lívið!? So fór hann. Síðani vórðu tíðindi borin Veiksintum, at boðberin blásti á horn sítt fyri kamarsdurum hansara. Hann kom so inn til hansara og segði: ?Eg eri komin at siga tær, at Meistari tín treingir til tín, og at tú ógvuliga skjótt skalt síggja andlit hansara í ljósinum. Og hav hetta tekin fyri, at boðskapur mín er álítandi: ?Myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja!?? (Præd. ). Veiksintur sendi nú vinum sínum boð og segði teimum frá tíðindunum, ið honum vóru borin, og frá tekininum, ið hann hevði fingið, fyri, at tíðindini vóru sonn! Síðani segði hann: ?Við tað at eg eigi einki at lata eftir meg til nakran, so gagnar tað einki, at eg geri nakað testamenti. Veika sinni mítt, tað lati eg eftir meg; tí tað komi eg ikki at nýta, har sum eg fari, og eingin pílagrímur er so armur, at hann hevur nakra nyttu av at fáa tað frá mær; tí er tað ynski mítt, at tú, Sannleiksverja, grevur tað niður í ein køst, táið eg eri farin.? Táið hann hevði sagt hetta, og við tað at dagurin nú var komin, táið hann skuldi fara avstað, fór hann í ánna sum hini. Síðstu orð hansara vóru: ?Haldið út, havið trúgv og tol!? So fór hann yvirum. Eina rúma tíð eftir hetta fekk Forsagdur boð; ein boðberi kom til hansara við hesum orðum: ?Skelvandi maður! Eg eri sendur at áleggja tær at gera teg til reiðar at stíga fram fyri Kong næsta sunnudag og at rópa av gleði um, at tú nú verður loystur úr øllum iva. Og? segði boðberin ?hav hetta tekinið fyri, at boðskapur mín er álítandi: ?Grashoppan ekur seg avstað? (Præd. ). Táið nú dóttir Forsagdan hon, sum æt Hjartkipta hoyrdi alt hetta, segði hon, at hon vildi sleppa við pápa sínum. Tá segði Forsagdur við vinir sínar: ?Tit vita, hvussu eg og dóttir mín hava verið, hvussu vit hava verið øllum ein byrði, sum vit hava ferðast saman við. Testamenti okkara er, at mótloysi og trælaótta okkara skal einki menniskja arva nakrantíð, frá tí vit eru farin burtur, og í allar ævir; tí tað veit eg, at tey fara at troka seg inn á onnur, eftir at eg eri deyður. Tí eg skal siga tykkum, sum er: Vit hýstu hesum gestum, frá tí vit byrjaðu pílagrímsferð okkara, og vit kundu ongantíð seinni sleppa frá teimum aftur; og nú fara teir at ganga um og royna at fáa pílagrímar at hýsa sær; men gerið tað fyri okkara skuld, at tit læsa dyrnar fyri teimum!? Táið tíðin var komin, at tey skuldu fara, fóru tey oman at ánni. Síðstu orð, ið Forsagdur segði, vóru hesi: ?Farvæl, náttin! Vælkomin, dagurin!? Dóttir hansara sang, táið hon fór um ánna; men eingin skilti tað, ið hon sang. Nakað eftir hetta kom uppaftur ein boðberi til staðs og spurdi eftir Ærligum. Hann kom so til húsið, har sum hann búði, og fekk honum eitt bræv við hesum innihaldi: ?Hervið verður tær givið boð um, at tú um átta dagar skalt halda teg til reiðar at stíga fram fyri Harra tín í húsi Faðirs hansara. Og sum tekin fyri, at boðskapur mín er álítandi, skulu allar tær, ið syngja, verða lágmæltar? (Præd. ). Ærligur sendi tá boð eftir vinum sínum og segði við tey: ?Eg fari at doyggja; men eg geri einki testamenti. Ærliga sinnalag mítt taki eg við mær; tað skulu tit siga teimum, ið eftir koma.? Táið so dagurin kom, at hann skuldi avstað, gjørdi hann seg til at fara um ánna. Júst tá fleyt áin sumstaðni yvir bakkarnar; men Ærligur hevði, meðan hann livdi, avtalað við ein, sum æt Góð Samvitska, at møta sær har; hesin kom eisini og rætti honum hondina og hjálpti honum yvirum. Síðstu orð, ið Ærligur segði, vóru hesi: ?Náðin ræður!? So fór hann úr hesum heimi. Eftir hetta frættist, at sami boðberi, sum hevði verið hjá Ærligum, hevði eisini havt boð til Sannleiksverju og hevði givið honum hetta tekin fyri, at boðskapurin var álítandi: ?Krukkan brotnar sundur við kelduna? (Præd. ). Táið hann hoyrdi hetta, sendi hann vinum sínum boð og segði teimum tað. So segði hann: ?Eg fari til Faðir mín, og tóat tað hevur verið mær ógvuliga torført at koma higar, so iðri eg meg nú kortini ikki eftir alt, ið tað hevur kostað mær at náa higar. Svørð mítt gevi eg honum, sum skal gera pílagrímsferðina eftir meg, og mót mítt og dugnaskap mín honum, ið er mentur at fáa tey. Arrini og hini merkini eftir bardaga havi eg við mær; tey skulu vitna fyri meg, at eg havi strítt stríð hansara, sum nú fer at løna mær.? Táið nú dagurin kom, at hann skuldi fara hiðani, fylgdu mong honum at ánni, og táið hann fór út í hana, segði hann: ?Deyði, hvar er broddur tín!? Og sum vatnið dýptist, segði hann: ?Deyði, hvar er sigur tín!? ( Kor. ). So fór hann yvirum, og allar basúnirnar vórðu blástar fyri honum hinumegin. Nú kom boð eftir Vikastikki, honum, sum pílagrímarnir funnu liggjandi á knæ í Gyklaða Landi. Boðberin hevði brævið opið í hondini. Innihaldið av tí var, at hann mátti vera til reiðar til eina broyting í lívinum; tí Meistari hansara vildi ikki, at hann skuldi vera so langt burtur frá honum longur. Hetta stóð Vikastikki og grundaði á. ?Ja,? segði sendimaðurin, ?tær nýtist ikki at ivast um, at boðini, ið eg beri tær, eru sannleiki; tí her er tekinið fyri tí: ?Hjólið fer í sor og dettur niður í brunnin? (Præd. ). Nú sendi Vikastikki boð eftir Djørvum, fylgismanni teirra, og segði við hann: ?Tóat mær eydnaðist ikki at vera so leingi í góða felagsskapi tínum á pílagrímsferð míni, so havi eg kortini havt gagn av at kenna teg hesa tíðina. Táið eg fór heiman, læt eg eftir meg konu og fimm smá børn. Eg veit jú, at tú fert heimaftur til harra tín í vón um at verða fylgismaður hjá øðrum heilagum pílagrímum. Og tað bøni eg teg: Send tá mínum boð og lat tey vita alt, ið meg hevur hent og fer at henda! Sig teimum eisini, hvussu lukkuligur eg eri nú, og hvussu eg í øllum góðum náddi Himmalstaðin! Og sig teimum frá Kristini og frá Kristinu, konu hansara, hvussu hon og synir hennara fylgdu eftir manni hennara! Eisini mást tú lata tey vita, hvussu góður endi hennara varð, og hvar hon er farin. Eg eigi lítið og einki at senda mínum annað enn bønir mínar og tár míni fyri teimum, og tað er best, at tú sigur teimum tað við; kanska tað kundi rørt hjørtu teirra.? Táið Vikastikki soleiðis hevði skipað fyri hesum, og tíðin var komin, at hann skuldi skunda sær avstað, fór eisini hann oman at ánni. Júst tá fleyt vatnið ógvuliga stilt, og Vikastikki steðgaði tí miðskeiðis í ánni og helt hesa røðu fyri feløgum sínum, sum høvdu fylgt honum hagar: ?Mangur hevur ræðst hesa á, ja, eg sjálvur havi ofta óttast at hugsað um hana. Men nú tykir mær, at eg standi tryggur; fótur mín hvílir á tí, sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu á, meðan Ísrael fór um henda Jordan (Josva ). Vissuliga er vatnið munninum beiskt og maganum kalt; men hugsanin um tað, ið eg fari til, og um móttøkuna, ið mær bíðar hinumegin, hitar hjarta mítt sum gløðandi kol. Nú síggi eg meg standa við endan á ferð míni; møðsomu dagar mínir eru nú at enda. Eg fari nú at skoða hitt høvur, sum varð tornakrýnt, og hitt andlit, sum spýtt varð á, fyri meg. Higartil havi eg livað við trúgv á orðið, ið eg hoyrdi; men nú fari eg, hagar sum eg skal liva í skoðan og vera hjá honum, í hvørs felagsskapi eg verði sælur. Eg havi elskað at hoyra um Harra mín, og allastaðni á jørðini, har eg havi sæð merki eftir fótafetum hansara, havi eg tráað eftir at sett fót mín við. Navn hansara hevur verið mær sum góður angi, ja, søtari enn alt luktilsi. Rødd hansara hevur verið mær kærast av øllum, og eg havi tráað meiri eftir at síggja ásjón hansara, enn nakar kann tráa eftir ljósinum frá sólini. Eg havi savnað mær orð hansara sum føði og nýtt tað til heilsubót í máttloysi mínum. Hann hevur varðveitt meg og bjargað mær frá órættvísi mínum, ja, hevur styðjað meg í at ganga leiðir sínar.? Táið hann var komin so langt í røðuni, umbroyttist andlit hansara, teir sterku menninir kropnaðu undir honum (Præd. ), og táið hann hevði sagt: ?Tak meg, tí eg komi til tín!? sóu tey hann ikki longur. Men vakurt var at síggja, hvussu hin opni Himmal var fullur av hestum og vognum, lúðra og floytublásarum, sangarum og hørpuspælarum, sum bóðu pílagrímarnar vera vælkomnar, so hvørt sum teir komu upp og hvør aftan á annan gingu um hitt fagra portrið inn í Staðin. Ikki steðgaði eg har so leingi, inntil teir fýra synir Kristinu, sum hon hevði havt við sær, og konur og børn teirra fóru yvirum. Men síðani eg fór haðani, havi eg frætt, at tey eru á lívi enn og skulu vera tað nakað aftrat, Harrans fólki til bata, har sum tey nú eina tíð búgva. Skuldi so borið á, at eg kom hagar á leið aftur, kundi eg kanska givið teimum, ið ynskja sær tað, frágreiðing um tað, sum eg her tigi um. Og inntil tá sigi eg lesarum mínum FARVÆL. . Á glaða stund, tá eg fekk sjá, at ein og hvør kann frelsu fá, sum bert á Harran Jesus trýr; tá kemur hann og hjá tær býr. Á glaða stund, eg lívið fann, tí Jesus yvir deyða vann. Hann lærdi meg at søkja seg og ferðast glaður fram mín veg. Halleluja, glaða stund, ja glaða stund, tá eg fekk lív og frið í lund. Hann segði mær, tá frið eg fekk, at hann við mína síðu gekk. Bert hetta eina boðið var: Tak krossin upp og fylg tú mær. Á Golgata byrðin fall av, hon sakk í hitt djúpasta hav, eg frið fekk í lund, á, signaða stund. Á Golgata byrðin fall av. Evangeli Harpe Á, hvør stórt at trúgva á Jesus, hann, ið ungur er, í tí ljósu, glaðu barnatíð, áðrenn syndaeitrið sálarlívinum skaða ger, hvíla Jesu eymu ørmum í ! Á, hvør stórt at trúgva á Jesus, hann, ið ungur er, og at tala um hans dýra navn! Tá so barnatíð og barnaspæl frá okkum fer, hvílir sálin í tí tryggu havn. Á, hvør stórt at lýða Jesus, hann, ið ungur er og at kenna tá hans søta frið! Táið sinnið fyrst av synd og vantrúgv markað er, tá er tungt og trekt at venda við. Á, hvør stórt at tæna Jesusi, hann, ið ungur er, til hans akrar skunda sær avstað! Hvussu lítið enn tað er, ein fyri Jesus ger, vil hann hundrað ferðir løna tað. Á, hvør stórt at vænta Jesus, hann, ið ungur er! Skjótt hann kemur, tekur síni heim. Hann skal gleða síni elskaðu, ið grótu her, og ein hvítan klædning geva teim. Á Jesus, drag meg, ja, Harri, drag meg í nærri samfelag við teg, og lat meg kenna tín anda brenna, so eg teg elski meir og meir og meir. Á, Jesus, tú ert mín, so søtt er hetta mær, títt navn hálovað er, míns hjartans lovsong fær. Mín, mín, mín, eg veit, tú ert mín, Frelsari kæri, eg veit, tú ert mín. Tú elskar syndarar og eg júst eri ein, men frelstur varð eg tó, tá náðisólin skein. Mítt hjarta gripið varð av tíni kærleikssrødd, og tá tú talaði, varð sjúka sál mín grødd. So lat meg prísa tær, nú tú ert vorðin mín, títt orð ei lúgva kann, eg veit, eg eri tín. Anna Hudson. ( Zachariassen týddi). Á, sæla vón, Jesus kemur brátt, á middegi, nón, ella mitt á nátt. Á, dýra vón, eg skal Jesus sjá, á, signaða vón, honum vera hjá. Á teim himmalsku hæddum er plássið hjá mær. Har er luftin so rein, har gerst gøta mín bein, har eg liva kann Jesusi nær. Allan vegin hann meg leiðir; kann eg ynskja meir enn tað! Kann eg ivast um hans kærleik, sum meg leiðir dag um dag! Himmalsk hvíld er við hans hjarta, sjálvt tá stormar ýla mest; tí eg veit, hvat enn meg hendir: Tað, sum Jesus ger, er best! Allan vegin hann meg leiðir, hann mær gevur lívsins breyð, gevur kraft til hvørja mótgongd, troyst í sorg og hjálp í neyð! Tá eg troyttur mangan snávi, og tá tostin plágar meg, fløðandi úr lívsins kletti gleðistreymar finni eg! Allan vegin hann meg leiðir; men hann elskar meir enn tað: Ævig hvíla mær er lovað heima í hans ljósa stað. Tá so síðsta stig er stigið, farið er alt myrkt og kalt, ævigt glaður skal eg sanna: Jesus leiddi gjøgnum alt. Fanny Crosby (Amer.), ( Háberg týddi). Ansa, eyga lítla, hvat tú sært! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær ansa, eyga lítla, hvat tú sært! Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært! Lítla hond, ver varin, hvat tú gert! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær lítla hond, ver varin, hvat tú gert! Lítli fótur, ansa, hvar tú fert!: Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær lítli fótur, ansa, hvar tú fert! Lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt! Av øllum nøvnum elski eg mest, Jesus, navnið títt, tað stillar sakn, sum nívir meg og gleðir hjarta mítt. Niðurlag: Á, sum eg elski Jesu navn, á, sum eg elski Jesu navn. Á fold tað dýrast er. Mær boð um kærleika ber tað og náðiboð so góð, tað opnar syndarum í dag til himmalheimið slóð. Tá í Guds ríki endað er mín jarðarleið so trong, mín sál við teimum frelstu ber hans navni takkarsong. Frederick Whitfield (Ongl.), ( Háberg týddi). F-durur Bert góðska og náði skal fylgja mær allar dagar eg fold eri á, og eg skal búgva um ævir í húsi Harrans, og eg skal sita við borðið Honum hjá. Bert góðska og náði skal fylgja mær allar dagar eg fold eri á. B-durur Besta bók av bókum her Bíblian hjá mammu er, merkt av tárum, skrætt og rukkað er mangt blað. Men so klárt er fyri mær, tá hon tók meg inn at sær, setti meg í fangið og til Gud hon bað. Gamla bók, dýra bók, gjøgnum teg eg Jesu kærleik havi sæð, meir og meir eg elski teg, sum eg ferðist á tí veg, ið skal føra heim til Zions nýggja stað. Hon fortaldi fyri mær, hvussu Jesus Kristus var, komin her at ganga krossins tunga veg. Tá eg krossfestan sá Hann, og mær tár á kinni rann, kysti hon meg, segði, alt var fyri meg. Nú í Himli mamma býr, men tann bókin er mær dýr, sum í sorg og gleði henni var so kær. Hon gav kraft í neyðarstund, hon helt inn í deyðans blund, og eg veit, hon eisini skal hjálpa mær. Biðið! Tit skulu fáa. Leitið! Tit skulu finna. Bankið! Tykkum skal verða latið upp. Byrðin hin tunga hon rullaði av, rullaði av, rullaði av, byrðin hin tunga hon rullaði av niðri við krossins fót. Friður sum flóðin í hjarta mítt kom, hjarta mítt kom, hjarta mítt kom, friður sum flóðin í hjarta mítt kom niðri við krossins fót. Himmalsins dyr lótust upp fyri mær, upp fyri mær, upp fyri mær, himmalsins dyr lótust upp fyri mær niðri við krossins fót. Djúp og breið, djúp og breið, tað er ein á, sum rennur djúp og breið. Hon rennur til mín, hon rennur til tín, hon eitur lívsins á, halleluja! Hon er djúp og breið, djúp og breið, tað er ein á, sum rennur djúp og reið. C-durur Eg eri við í Gud heri og stríði fyri sannleikan. Eg eri við í Guds heri; Gud, ger meg til ein rættan mann. Jesusi eg ynski fylgja, um verðin enn meg háða vil; eg vil líta bert á Hann, sum hin størsta sigur vann; eg vil stríða fyri sannleikan. Fav. VII. Eg havi Jesusi valt at fylgja, eg havi Jesusi valt at fylgja, eg havi Jesusi valt at fylgja; ei vendist við, ei vendist við. Er leiðin einslig, tó fram eg haldi, er leiðin einslig, tó fram eg haldi, er leiðin einslig, tó fram eg haldi; ei vendist við, ei vendist við. Ein krossur aftan, ein krúna framman, ein krossur aftan, ein krúna framman, ein krossur aftan, ein krúna framman; ei vendist við, ei vendist við. Vilt tú ei velja at fylgja honum? Vilt tú ei velja at fylgja honum? Vilt tú ei velja at fylgja honum? Ei vendist við, ei vendist við. Úr Assam (India). ( Zachariassen týddi). Eg prísi tær Gud, tú lyfti meg upp, úr díkinum lyfti tú meg; eg gevi tær dýrd, tú lyfti meg upp, tí elski eg nú teg. Tú lyfti meg upp, á kletti standi eg; tí elski eg nú teg. . Eg savna vil skattir í Himli, har mølur og rustur ei ná. Eg savna vil skattir í himli, hvørs virði ein dag eg skal sjá. Hitt jørðiska ríkidømið lítið ber, men eg savni ei skattir í hesi verð. Eg savna vil skattir í himli, har Jesus, mín frelsari, er. Eg sum lítil piltur gekk í sunnudagsskúla, og eg hoyrdi har um Jesus og Hans blóð. Um eg gloymdi mangt av tí, ið har vit lærdu, eg Jóhannes og minnist tó. Halleluja, halleluja, eg Jóhannes og lærdi har. Halleluja, halleluja, og á knæ í sunnudagsskúla frelstur varð. Henda dagin, tá eg var í sunnudagsskúla, spurdi lærarin meg, tá eg fór avstað: "Sig mær, um tú trýrt Jóhannes og ?" Og eg fall á knæ og græt og segði "ja". Lítla hjarta mítt har Gudi mátti takka, at eitt ævigt lív Hann hevði givið mær. Og tann dagin rann eg heim og segði mammu, at eg frelstur gjøgnum hetta versið var. Er tað satt, at Harrin enntá kundi elska ein so neyðarsligan, lítlan drong sum meg? Jú, tað stendur so í Harrans dýra orði, og Jóhannes og trúgvi eg. Zachariassen A-durur Eg ynski at tæna Jesusi, sum meg hevur endurføtt, Hans kærleiki hevur hitað upp mítt hjarta, sum fyrr var flótt. Mína tíð og mínar gávur ei eg spilla vil sum áður, eg vil fara har, Hann sendir meg, tí ein viti eg vil vera, sum kann ljós til onnur bera og kann beina tey á frelsuveg. Eigur tú frelsaran, og er hann tær nær, breiðir hann sólskin yvir vegin hjá tær? Tá kvøldarskuggar falla og dagur tín skal halla, setir tá lívsins sól? Eg eigi frelsaran, og hann er mær nær, hann breiðir sólskin yvir vegin hjá mær! Tá kvøldarskuggar falla og dagur mín skal halla, skínur tó lívsins sól! Vit eiga frelsaran, hann er okkum nær, hann breiðir sólskin yvir vegin frá sær! Tá kvøldarskuggar falla og dagur vár skal halla, skínur tó lívsins sól! ella Ein barnavinur góður í himli høga býr, ein vinur, sum ei svíkur tað barn, ið á hann trýr. Ei líkur mongum vini, vit hava kunnu her, tann vinur ber av røttum tað vinarnavn, hann ber. Eitt barnaheim so fagurt í himli høga er, har Jesus skjótt skal savna tey børn, hann eigur her. Ei nakað heim á foldum kann metast javnt við tað; har elska øll hvørt annað, har eru øll so glað. Ein krúna, dýr og føgur í himli liggja man til hvønn, ið elskar Jesus og virkar fyri hann. Skjótt skal hann koma aftur, í hondum stundin er; kom, barn, og trúgv á Jesus og elska navn hans her! Ein gamal nekari, sum glaði Jósup róptur varð, hann undir síni svørtu húð tó eitt snjóhvítt hjarta bar; í smáttuni, har mamman fyri honum mangan bað, gav Jesusi hans hjarta, og tá sang hann sama dag: "Á, kom, kom til Jesus, kom, kom, til Jesus, kom bert, kom til Jesus, hann tekur móti tær! Ja, tú, sum syndatyngdur og troyttur gongur har kom bert, kom bert til Jesus, hann tekur móti tær!" Mangt summarkvøldið Jósup sína banjo tók og gekk á bøin út og setti seg og ein skara saman fekk av nekarum, og tá so Jósup komin var á glið, at spæla, syngja, floyta, sungu øll til endan við: Og so ein dag ein eingil eftir Jósup sendur varð, og "hallelujatokið" skjótt upp í Himmalin hann bar; og sum av jørð hann lyftist heim í Kongsins gylta stað, tey hildu seg at hoyra, at hann sang við sama lag: Ljómur og lag Ein lítil genta gekk í sunnudagsskúla so trúgv hvønn sunnudag. Har hoyrdi hon um Gud, sum er so góður við hvørt smábarn, at Hann í deyðan læt Sín egna Son. Hon hoyrdi, hvussu syndin øllum ræður, at menniskjuni ikki elska Gud, men eisini, at tann, sum trýr á Jesus, fær Himmalin og ævigt lív í lut. Ein dag er hon og vitjar ommu sína tað er ein kláran, kaldan kavadag og ommu spyr, um hvítari enn kava hon veit seg hava hoyrt um ella sæð. Men omman, sum er veik og grá og gomul, og kanska skjótt skal verða løgd í mold, hon hevur ikki annað hoyrt, enn kavi er hvítastur av øllum her á fold. "Nei, omma", svarar gentan, "tað er skrivað, at eitt er, sum er hvítari enn snjó, tað er ein sál, sum her er blivin tváað í Harrans Jesu dýrabara blóð!" Tá rann eitt tár av eyganum á ommu. Á knæ tær fullu, og hin eldra bað, at Harrin skuldi hennar sál nú tváa. Og hon bleiv hvítari enn snjó tann dag! Háberg Ein so undurfull søga er søgd um ein fagran og skínandi stað, har hvør gøta av gulli er løgd, har er dýrd, sum ei vit hava sæð. Fagra heim, ljósa heim, har tey heiløgu búgva so glað! Føgur, glitrandi hús eru bygd til hvørt Guds barn á foldini her, og av kærleikasólini skygd eru øll, eingin skuggi har er. Glað og syngjandi børn eru har, skrýdd í klædningar, hvítar sum snjó, Jesus her teirra frelsari var, her tey kendu hans reinsandi blóð. Til tann fagra og skínandi stað tekur Frelsarin eisini meg; eg hans bjargandi blóð havi sæð, hann meg lærdi at trúgva á seg. Ein ungdóm, sum kann aldri, aldri blikna, Guds fólk skal eiga handan grøv og deyð; har aldri nakar eldast skal og vikna, eitt ævigt vár har finna skulu tey. G-durur Ein vísur maður bygdi hús sítt á klett, ein vísur maður bygdi hús sítt á klett, og ódnirnar brustu á. Og regnið kom niður, og áirnar vuksu, og regnið kom niður, og áirnar vuksu, men húsið á grund stóð fast. Ein dári var, sum bygdi hús sítt á sand, ein dári var, sum bygdi hús sítt á sand, og ódnirnar brustu á. Og regnið kom niður, og áirnar vuksu, og regnið kom niður, og áirnar vuksu, og húsið á sandi fall. So bygg títt hús nú á Harran Jesus Krist, so bygg títt hús nú á Harran Jesus Krist, og signingin koma skal. Tá bønin fer upp, kemur signingin niður, .: tá bønin fer upp, kemur signingin niður, so bygg nú títt hús á Hann! Eingin so kann síni varða, sum vár Gud sín barnaskara; ei so trygg er stjørnan bjarta, barnið ei við móðurhjarta. Harrin hátt á Zions fjøllum bjargar sínum smáu øllum, vil teim miskunnsamur vera, tey á faðirørmum bera. Eingin lukka, eingin vandi slítur sundur barnabandið; hesin vinur meir enn aðrir veit, hvat okkum tyngir, særir. Hann hvørt hár á høvdi kennir, sær hvørt tár av eyga rennur, okkum føðir, okkum klæðir, hjálpir, tá ið nakað bagir. Um hann tekur, um hann gevur, sama hjarta hann tó hevur, og hans mál er hetta eina, til várt besta alt at beina. Lítli flokkur, ver tí glaður! Jákups Gud er vaktarmaður; hann, sum eigur megi alla, fyri honum alt má falla. Tá so skeiðið her er runnið, málið nátt, og stríðið vunnið, Harrans rødd vil okkum kalla heim í sína gleði alla. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Ljómur og lag Enn, enn tað ljóðar, krossins dýra orð, Jesus sigur vann. Enn, enn tað bjóðar øllum himmalkor, bert við trúgv á hann. Jesus leið, og hans blóð á krossi rann, Jesus doyði, men deyðan yvirvann. Jesus reis, og í Himli er nú hann, kallar teg til sín. Vit syngja glað um Frelsaran, vit syngja takkarsong til hann, tí hvørja stund hann koma kann at taka okkum heim. Við perluportrið í staðnum har, vil Jesus taka ímóti mær, har ljóðar yndisligt hørpuspæl, hvør kemur við inn í Guds himmalsal! Háberg Er tín dagur fyltur av sorg, hjartað mótleyst á tær? Byrðina bar hann á Golgata, Jesus er sára nær. Byrðina bar hann á Golgata, Golgata, Golgata, byrðina bar hann á Golgata. Jesus er sára nær. Kasta alt á Jesus í dag, ber bert ótta tín har. Byrðina bar hann á Golgata, Jesus er sára nær. Hvørja hjartasorg og hvørt tár, vinur, Frelsarin sær. Byrðina bar hann á Golgata, Jesus er sára nær. John Moore, f. ( Zachariassen týddi). Er títt navn skrivað har, har hvørs Guds barns navn var, har í lívsins bók, vinur, er títt navn skrivað har? Eygu blind læt Jesus upp, stumm at tala fekk, hoyrnina Hann deyvum gav, og hin lamni gekk. Kryplar, sjúk, spitølsk til Hann bóru sína neyð. Unga hjarta, nívt av synd, ger tú eins og tey. Far nú á lívsins morgni, í føgru ungdómstíð og keyp ta dýru perlu, far, stríð hitt góða stríð! Legg himmalskattin dýra á sál og sinn so fast, at ei hann burt kann troðkast av nøkrum her, sum sæst! Far, meðan sólin skínur, nú lætt títt hjarta slær, far, áðrenn kraftin viknar, og náttin kemur nær! Sel alt og keyp hitt eina! Ei fanst tú slíkt á fold, um tú vanst kongakrúnur og føgru, gyltu mold. Far, áðrenn syndin dimmir og fløkir tína leið! Í dag og ei í morgin keyp sannleik, sel hann ei! Søk Gud á ungum aldri og tíðliga vísur verð! Far, Skaparanum stóra eitt morgunoffur ber! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Far til Jesus, hvat ið enn tær hendir. Far til Jesus, hann tær hjálpa kann. Far til Jesus, nátt til dag hann vendir. Far til Jesus, eingin er sum hann. Við Jesusi ferðast, ferðast dag um dag í hans vinalag. Við Jesusi ferðast, við Jesusi ferðast hvønn dag. Ferðast, tá ljóst er, ferðast, tá ódn er, ferðast dag um dag í hans vinalag. Við Jesusi ferðast hvønn dag. Fulla frelsu, fulla frelsu, hygg, ein opin kelda góð flýtur út úr Jesu síðu, djúp og breið til hvørja tjóð. Fulla frelsu, fulla frelsu, allar tíðir full og frí. Ger meg til signing, ger meg til signing, skína lat Jesus gjøgnum meg. Ger meg til signing, á, Gud, unn mær tað. Signing meg ger fyri onkran í dag. D-durur Gev mær olju á lampuna, Harri, til eitt brennandi ljós meg ger! Gev mær olju á lampuna, Harri, inntil náttin myrka horvin er. Syng hosianna, syng hosianna, syng hosianna til vár Gud og Kong! Gleðisongur fyllir mína sál í dag, mítt steyp er fylt og flýtur yvir, tí mín lívsleið gongur mót' tí ljósa stað, mítt steyp er fylt og flýtur yvir. Flýtur yvir, flýtur yvir, mítt steyp er fylt og flýtur yvir. Himmalskt gleðiljóð leikar sál mín fró mítt steyp er fylt og flýtur yvir. Eina Jesus gekk hin tunga krossins veg mítt steyp er fylt og flýtur yvir Har hans blóð varð úthelt, og tí livi eg, mítt steyp er fylt og flýtur yvir. Nú eg eri hans, tí hann meg hevur valt, mítt steyp er fylt og flýtur yvir, og hann er mín styrki, er mín vón mítt alt. Mítt steyp er fylt og flýtur yvir. Ei eg óttist, um enn leiðin trong er mær, mítt steyp er fylt og flýtur yvir, tí at hann vil hjálpa, hann er altíð nær. Mítt steyp er fylt og flýtur yvir. Vildi tú kent gleði, kunnað sungið við? Mítt steyp er fylt og flýtur yvir Trúgv á hann, og tú skalt finna hvíld og frið! Mítt steyp er fylt og flýtur yvir. As-durur Gud enn á trónuni er, og Hann minnist børn Síni her. Um freistingar herja, vil Hann meg tó verja og varða meg á míni ferð. Gud enn á trónuni er, og Hann minnist børn Síni her. Hans orð stendur fast, um enn alt annað brast. Gud enn á trónuni er. Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt, hann føðir, varðar teir, men elskar hann enn fuglarnar, meg elskar hann tó meir. Hann elskar meg, hann elskar meg, eg veit, hann elskar meg; hann elskar tann, sum lítil er, og so hann elskar meg. Guds heilagu einglar, teir elska tey smáu nógv meiri, enn nakar av okkum trýr; teir vita, hvør elskað av honum tey eru, sum uppi í Himlinum høga býr. Guds heilagu einglar, teir fylgja teim smáu, sum ganga sum lomb millum úlvar her; og gott er at hava ta vaktina góðu, tí fíggindar lúra á lívsins ferð. Guds heilagu einglar, teir verja tey smáu mót vanda, sum hóttir við hvørt eitt stig; við vakjandi eygum á nátt og á degi teir børnini goyma í tryggum frið. Guds heilagu einglar teir tæna teim smáu; teir himmalsku høvdingar, teir sum sjá Guds ásjón og standa hjá honum í Himli, sum tænarar ganga teir børnum hjá. Guds heilagu einglar, teir leiða tey smáu ígjøgnum tær royndir, sum møta teim. Teir bera tey væl gjøgnum stríðið á foldum og føra tey síðan til Himmals heim. Hann er við, hann er við, stóra troyst, hann er við, sum meg hevur forloyst, halleluja, og hann lovar at vera við mær alla tíð, inntil enda er alt mítt stríð. Hann fann meg, hann tók meg, og hann heim meg bar, hann leiðir, hann ber meg, er mær altíð nær, hann hond míni heldur og ei sleppir mær; á, hvør undurfult, hann er mín, er mín, er mín, á, hvør undurfult, hann er mín. Hann gjørdi tað alt fyri meg; hans elskandi hjarta er brostið, hann gjørdi tað alt fyri meg. Hann gongur undan, og eg fylgi við, tryggur eg eri við hansara lið; hann vil meg varða og leiða hvørt stig, hann gongur undan, og eg fylgi við. Hann hevur reinsað meg og heldur mær á sínum veg, loysti mína skuldartyngdu sál, hann hevur reinsað meg. . Hann hin sami er í dag, bjargar hjálparleysum enn, frelsir fegin falnar menn, ja, hann hin sami er í dag! Hann reis, hann reis! Hann livir tí í dag. Hann eigur meg, hann leiðir meg til lívsins ljósa stað. Hann reis, hann reis og lív av deyða bar! Hann tí, sum trýr, í hjarta býr hann livir tí í mær! Hann tveitti allar syndir mínar aftur um bak, ei longur hann tær sær, hann tveitti allar syndir mínar aftur um bak, ei longur hann tær sær. Sum eystur er frá vestri eru tær fjart frá mær, eru tær fjart frá mær, sum eystur er frá vestri eru tær fjart frá mær, ei longur hann tær sær. Harrin er mín hirði góði, einki gott mær fattast tá. Hann meg tryggan letur liggja sínum grønu eingjum á. Leiðir meg at hvíldarvøtnum, lív gar mína troyttu sál, og hann leiðir meg á røttum veg fyri navns síns skuld. Og um eg so enn skal ganga gjøgnum deyða skuggans dal, óttist eg tó ongum fyri, tí tín hond meg leiðir væl. Keppur tín og stavur ugga, hvussu enn ið leiðin ber, tí tú leiðir meg á røttum veg fyri navns tíns skuld. Fyri mær tú reiðir borð títt, meðan fíggindin tað sær, tú mítt høvur salvað hevur, og mítt bikar ov fult varð. Einki uttan gott og náði mær skal fylgja dag um dag, og tú reiðir mær bústað har fyri navns tíns skuld. Brynleif Hansen, Heim, heim, heim, strúkandi fram tað gongur, heim, heim, heim, brátt ljóðar einglasongur, heim, heim, heim, har á teim ljósu strondum hvíttklæddir skarar meg vænta heim. Her glaður eg ferðist á ungdómsins veg, tí eg eigi Jesus, og hann eigur meg. Ja, Jesus meg elskar, seg sjálvan hann gav og synd mína søkti í djúpasta hav. Ja, glaður eg ferðist við Jesusi her, hann vegurin, lívið og sannleikin er. Bert eina ferð sært tú ta ungdómsins tíð. Á, kom tí til Jesus, kom kallið nú lýð. Her glaður eg ferðist mót himmalsins strond, og eingin meg rívur úr Frelsarans hond, tann hondin, sum særd varð, hon eisini ber til staðin, sum Jesus til reiðar mær ger. Um portrið av perlum eg stíga skjótt skal og síggja av sonnum, hann leiddi meg væl. Har sólin ei setir, eg krúnu skal fá og fylgjast við Jesusi gullgøtum á. Brynleif Hansen Himmalska sólskin, himmalska sólskin, himmalin fyllir hjarta og sinn, himmalska sólskin, himmalska sólskin, halleluja, Jesus er mín. Hin gamla bók, hin dýra bók! Hvør ein kom beint, sum hana til loðs og kumpass tók. Har standa lyfti greið, um dimm er lívsins leið, helt tí á við at líta á ta gomlu bók! Hin gamla søgan ævigt nýggj hon er, hin gamla søgan sannleiksorð hon ber, at Jesu deyði sælar okkum ger dýr er hin gamla søgan. Tá hin frelsti skarin savnast, er hon gingin, kongsins smala leið. Sig mær ta gomlu søgu, eg veit, hann vil meg gloyma ei (halleluja). Tú skalt kunna veiða mær menn, um tú bert vil fylgja mær. Bert Jesus gevur hjartafrið, Harri, fylgi eg tí Tær! Hon er hin himmalska glæman, og hon ber gleði og gaman. Heimá ferðast vit saman, Bíblian og eg! Hann er hin himmalska glæman, og hann ber gleði og gaman. Heimá ferðast vit saman, mín Jesus og eg! Hon fall av, hon fall av, ja, hin tunga syndabyrði mín fall av. Øll mín synd, reyð sum blóð, er nú hvít sum snjó, halleluja! Hon fall av, hon fall av, ja, hin tunga syndabyrði mín fall av. Hugsa nú á ungum árum um tín Gud og skapara! "Gev mær hjarta títt, mín sonur!" Rópar hann til okkara. Og um heimurin tær fagnar, og um væl tær gongur her, tað er skjótt alt yvirstaðið, og bert deyðin eftir er. Sælur hann, ið árla velur sannleiks beina, greiða veg, sum við heimsins klovnu brunnar aldri mettan kennir seg, sum seg tíðliga eyðmjúkt boyggir fyri Gudi, hoyrir hann, trýr á Harran Jesus Kristus, fylgir honum sælur hann! Hvat skal eg Jesusi geva, honum, sum lívið mær vann? Roykilsi, myrra og perlur ov lítið er fyri hann. Jesus, eg beri meg sjálvan, at tú nú eiga meg kann, bæði í dag og í ævir, tú, sum við blóði meg vann! Hvat skal eg Jesusi geva? Varrar, sum syngja um hann, føtur, sum ganga hans vegir, søkja tey lomb, sum hann vann. Jesus, hvat skal eg tær geva? Altíð eg tæna tær vil, elska teg, fylgja tær, gera tað, sum tú sendir meg til. Lizzie de Armond (Amer.), d. eftir ár ( Danielsen týddi). Egið lag ella Hvussu brúkar tú teir ljósu ungdómsdagar? Sum tú sáar, skalt tú heysta, minst til tað! Mangur gamal nú seg gremur sárt og klagar um sítt ungdómslív, sum rann í synd avstað. Kom til Jesus, meðan enn tú verður rørdur, nú tú hoyrir orðið um ein betri lut! Kom nú, áðrenn tú so langt av leið ert førdur, at tú orkar ei at venda tær til Gud! Skal í trælabond tín andi lagdur verða? Skal tín útsjónd verða merkt av synd og skomm? Sáran angur skalt tú skjótt í barmi bera, um tú lurtar ei, nú Harrin rópar: "Kom!" Syndaleiðir gongur fjøldin av teim ungu; Jesus eigur tó ein flokk, sum glaður er; kom og gev tú honum hendur, hug og tungu! Hann teg frelsir og frá synd teg frían ger. ( Danielsen týddi). So dýrt, tá hin ungi til Gud leitar inn, og frígjørt frá synd verður hjarta og sinn, og brúðurin vunnin við Jesusar blóð er klædd í ein búna sum hvítasta snjó! Hvør dýrt, tá hin ungi tann vitnisburð ber, at eingin sum Jesus í heiminum er: "Hann fann meg í náði, tá vilstur er var, og heim til sín sjálvs hann meg kærleiksfult bar!" Sum fuglurin letur um grasgrøna grund, eg lovsyngja má hvørja einastu stund. Nú alt er sum nýskapt, og sólin hon sær, og himmalin opin, tí Jesus er nær! So sáligt at vita, at Hann heldur fast, um alt her á foldum enn víkti og brast! Hann sleppir mær ikki, sum tók meg í hond, men leiðir meg trygt heim í Himmalsins lond! E-durur Hvør ein dagur verður við Gudi betri enn í gjár. Samfelagið við Hann gerst søtari hvørt ár. Jesus frelsir, varðar, og eftir Honum bíði eg. Hvør ein dagur verður við Gudi betri enn í gjár. Hvør er tað gott at kenna Gud í síni ungdómstíð, at tæna honum, elska hann, teim ungu døgum í! Til grundar mangur ungur fer á lívsins villa veg; men eg av náði varð Guds barn, í náði hvíli eg. Og meðan mangur drívur burt til deyðans myrka stað, so eigi eg hitt lívsins ljós, sum tey ei hava sæð. Ja, meg bant Satans fangagarn, hans megi helt mær fast; men Jesus kom og tók meg upp, og leinkjan harða brast. Hav takk, á Jesus, at tú tók ta tyngd, ið á mær lá, enn meiri takk, at eg títt ljós á ungum døgum sá. Títt prís eg altíð syngja vil, teg æra, takka tær, at sál mín frelst úr synd og kvøl á ungdómsdøgum varð. Jørgen Santon (Danm.), ( Danielsen týddi). Egið lag (ØB) ella: Hvør lukkuligt tað barn, av hjarta siga kann: "Eg trúgvi, Jesu dýra blóð til frelsu mína rann"! Hvør lukkuligt tað barn, ið hoyra vil Guds orð, sum trýr Guds evangelium og velur vísdóms spor! Hvør lukkuligt tað barn, ið tíðliga læra kann Guds vilja gera fram um sín og altíð æra hann! Tann lukka ognist mær! Tann lutur verði mín! Eg trúgvi, Jesus, nú á teg, eg gevi meg til tín! lag. lag. Hvør skapti blómurnar, blómurnar, blómurnar, hvør skapti blómurnar? Gud í himlinum. Hvør skapti stjørnurnar o.s.fr. Hvør skapti fuglarnar. Hvør skapti teg og meg. Hvør skapti blómurnar, stjørnurnar, fuglarnar, hvør skapti teg og meg? Gud í himlinum. Hvørjum skal eg siga takk o.s.fr. Hvørja løtu, hvørja stund mín faðir varðar meg, hvørja løtu, hvørja stund, ei nakað óttist eg, hann, sum spurvin falla sær, er altíð nær. Hvørja løtu, hvørja stund, Gud vakir yvir mær.Hvørji eru tey, sum frí og frelst vit sjá syngjandi standa Harrans trónu hjá, glað tær gyltu hørpur slá, tváað í blóðinum? Frelst fór sálin heim í hin fagra, ljósa stað, tváað í Lambsins dýra blóði; har hon glað skal búgva hin endaleysa dag, tváað í blóðinum. Tað eru tey, sum her í ungdómstíð lærdu at hvíla Jesu favni í, stríddu her hitt góða stríð, tváað í blóðinum. Tað eru tey, sum her í sorg og neyð søktu ta hjálp, sum Jesus teimum beyð; sannleiksvegir gingu tey, tváað í blóðinum. Tað eru tey, sum liðu fyri hann, sum teimum lív við krossins deyða vann; nú tey einki saka kann, tváað í blóðinum. Glað nú tey ganga har við lívsins flóð, krúnur tey bera, klæði hvít sum snjó; har er friður, hvíla góð tváað í blóðinum. Tullius O'Kane (Amer.), f. ( Danielsen týddi). G-durur Jesus eiga øll at kenna, øll um heimsins høv og lond, Jesus eiga øll at elska, ein og hvør frá strond til strond; fyri hvørja tjóð Hann doyði, fyri bæði góð og vond, fyri bæði ung og gomul, øll um heimsins høv og lond. Jesus elskar meg, á ja, Bíblian mær sigur tað, smábørn Honum hoyra til, fegin Hann tey frelsa vil. Ja, Jesus elskar, ja, Jesus elskar, ja, meg Hann elskar, Hans orð mær sigur tað. Jesus elskar meg, Hann bar alla mína synd á Sær; opin er nú Himmalin, hvør, sum vil, kann sleppa inn. Jesus elskar meg; Hann skal leiða meg so trygt og væl, og til síðst Hann lovar mær inn í Himmalin hjá Sær. Jesus, tak nú hjarta mítt, ger tað heilt til tempul Títt! Tú, sum doyði fyri meg, lat meg liva fyri Teg! Ljómur og lag Jesus elskar smábørn, ansar eftir teim, vil teg fegin leiða til sítt himmalheim. Tá eitt barnahjarta lítur á hans navn, á, so fegin hann tá tekur tað í favn. Á, ja, hann er hin allarbesti vinur, sum eitt barn kann hava við sær her; tí hann elskar tað og vil tí trúgvur vera, inntil hann tað inn um perluportrið ber. Eingin veit, hvat Jesus gjøgnumgekk hin dag, táið hann varð negldur upp á krossins træ; men, tú lítli vinur, nettupp tí at hann andaðist í pínu, sál tín frelsast kann. Skjótt so kemur Jesus til at taka tey, sum á navn hans trúgva, heim frá synd og neyð. Har er eingin grátur, har er eingin sorg, nei øll spæla hørpu glað í ljósins borg. Háberg Jesus er ein undurfullur vinur, hann vil leiða teg heim, mín bróðir. Jesus er ein undurfullur vinur, hann vil leiða teg heim og tá ið stríðið er strítt, blaktrar sigursmerkið frítt, tá vil hann leiða teg heim mín kæri bróðir, tá ið verðin forgongur, tær tørvar Jesus, tá er hann kongur. hann tær ævigt fjalir í tí aldar kletti, sum klovin varð fyri teg og meg. Jesus er mentur at frelsa, mentur í dag, mentur í dag; Jesus er mentur at frelsa, mentur at frelsa í dag. Jesus er mítt lív, Jesus er mítt lív, blóð hans á krossi loysti meg, risin við honum eri eg, kraft gevur hann at liva fyri seg, tí Jesus er mítt lív. Jesus, Guds Soni, prísa vil eg; sum, táið á stóð, ei spardi seg, men sum í deyðan steig fyri meg og mínar syndir bar. Jesus yvir synd og deyða vann, Jesus livir prís og tøkk til hann Jesus úr trongdum hjálpa mær kann føðir og klæðir meg. Mildur hann var, um verðin hann sló, táið hann píndur, einsamur stóð, til hann á krossi læt út sítt blóð á, tað var fyri meg. Uppi hjá Gudi Jesus nú er, men tann, sum einfalt trýr á hann her, einaferð glaður upp til hann fer. Takk, góði Jesus, takk! . . Jesus, Hann biður meg skína, ja, skína fyri Seg, heima, í spæli, í skúla, at ganga sannleiks veg. At skína, at skína, Jesus, Hann biður meg skína at skína, at skína. Skína eg vil fyri Hann! Jesus, Hann biður meg elska, ja, elska øll sum Hann, vísa, hvør glatt og hvør blídligt eitt Guds barn vera kann. Eg biði Jesus at hjálpa; Hann væl meg varða kann, hjálpa mær vísa Hans kærleik og skína fyri Hann. Skína eg vil fyri Jesus, ja, skína trútt og væl, til eg í Himlinum høga hjá Honum búgva skal. Jesus hann svíkur ei, svíkur ei, svíkur ei, Jesus hann svíkur ei, nei, nei, nei! Hann frelsir enn í dag, enn í dag, enn í dag, hann frelsir enn í dag, ja, ja, ja! Jesus, kom inn, Jesus, kom inn, kom inn í mítt hjarta, Jesus. Kom inn í dag, koyr synd avstað, kom inn í mítt hjarta, Jesus. Jesus loyst úr synd meg hevur, fríur, fríur eri eg. Hvønn dag nýggja kraft mær gevur, fríur, fríur eri eg. Halleluja, halleluja, Jesus frelsti meg, halleluja, halleluja, fríur, fríur eri eg. Tá eg læt mítt egna fara, fríur, fríur varð eg, og meg leit á Jesus bara, fríur, fríur varð eg. Hvørt eitt band, sum áður bant meg, nú er loyst, ja, nú er loyst, Jesu kærleiki jú vann meg, gav mær gleði, frið og troyst. Jesus læt upp perluportrið, opnaði ein veg til mín, gjøgnum blóðið hann meg frelsti, og hann varðar meg sum sín. Jesus segði: Hvør og ein, sum vil, hvør og ein, sum vil, Jesus segði: Hvør og ein, sum vil, komi hvør og ein, sum vil. Tað var gott, at hann tók meg uppí, , hann tók meg uppí, tað var gott, at hann tók meg uppí, tá Jesus segði: Komið hvør og ein, sum vil! Jesus, sum av Himli steig, fyri okkum deyðan leið, elskaði og gloymdi ei lítið barn sum meg. Lítið barn sum meg, Jesus elskar, gloymir ei lítið barn sum meg. Fyri børn hans blóð jú rann, teimum ævigt lív hann vann, Jesus elskar, frelsa kann lítið barn sum meg. Tí eg Jesus elska má, ganga her hans leiðum á, lata hann sum gávu fá lítið barn sum meg. Jesus vil leiða meg, hann vil varða meg, einki óttist eg, á nátt sum á degi, í sorg sum í gleði, eg veit, hann vil leiða meg. Kanst tú ov tíðliga geva títt hjarta til Gud, sum so fegin teg tekur í favn? Kanst tú ov tíðliga velja hin dýrasta lut, kennast ov skjótt við Frelsarans navn? Mundi lívsgleðin minkað, um Jesus tú fanst, um tú átti hans signaða frið? Táið stormarnir koma, tá eina tú kanst vera tryggur við hansara lið. Hoyr hans sannleikaorð! Á, hvat sigur ei tað, hetta ljósið í myrkrinum her: "Tann, sum árla meg søkir, skal finna meg", ja, "Ljós á leiðini orðið mítt er!" ( Danielsen týddi). Kom, barn, og elska Jesus, sum teg so elskaði, at Hann til tína frelsu Seg sjálvan ofraði. Gakk somu leið sum Jesus, ið deyðan yvirvann, so alt títt lív og virki ber vitnisburð um Hann. Lít eina, barn, á Jesus, hvat enn tær henda kann, lat tína tráan vera at æra Hann, bert Hann. Ver Jesusi nú trúgvur og fylg Hans boðum her, so skalt tú krúnu bera í dýrd, har Jesus er. Nú, barn, fylg Jesu boðum, og undir krossin far, tá vil Hann hátt teg heiðra í Himlinum hjá Sær. Kom, kom til Jesus, troytta tyngda hjarta, kom, meðan enn er tíð til tað! Hann bíðar enn, hans favnur enn er opin, hoyr, hoyr, hann kallar enn í dag. C-durur Komi eg til Jesus, glaður verði eg; nívist eg av sorgum, uggar Jesus meg. Komi eg til Jesus, gleðist sálin mín; eymt og blítt Hann kallar børnini til Sín. Tá eg kom til Jesus, Jesus frelsti meg, Anda Sín Hann gav mær, hjartað reinsaði. Eg til Jesus fari, leggi hond í Hans; trygt og væl Hann leiðir meg til Himmallands. Har í hvítum klæðum, millum børn so glað, skal eg síggja Jesus og Hans kongastað. ella Komið, børn, nú og hoyrið um Golgata kross og um hann, sum seg ofraði har, hann, sum átti Guds Himmal, tað alfagra pláss, men kom niður og synd vára bar! Minnist, minnist ta náði, hann sýndi, tá har hann hekk í tí djúpastu neyð, minnist spjótið í síðu og krossin, hann bar, minnist kvøl hans og pínu og deyð! Á, aldri var sorgin so beisk, sum tann dag, tá hon nívdi hans hjarta og sál, tá hin reini Guds Sonur í okkara stað mátti tøma ta kvølfullu skál! Fyri okkum, tey falnu, sítt lív har hann læt, fyri okkum so elskaði hann, fyri okkum hann toldi tað spott og tað hat, fyri okkum hans hjartablóð rann. Kæru børn, sigið, leggja tit einki í tað, at hans náði so undurfull var? Tá hann kemur, á, skulu tit tá verða glað ella skelva? Á, gevið nú svar! Komið til Jesus, drálið nú ei! Í síni bók hann vísir oss leið, eymliga kallar, svarið ei nei, nú ið hann sigur: "Kom!" Sæli, sæli fundur einaferð, har sum synd og deyði ikki er! Endaleys gleðin, burtur øll sorg heima í Himmalborg. "Komið, tit troyttu", segði jú hann, "komið til mín!" Ja, kom, hvør ið kann! Gott, um tú komst og frelsuna fann, drála ei, sál, men kom! Minnist, hann er her staddur í dag, kallar á tykkum, gloymið ei tað! Við teg hann talar skunda avstað: "Kom til mín, barn mítt, kom!" George Root (Amer.), ( Danielsen týddi). G-durur Komið, tosið um Jesus, sum Kongur konga er, og navnið Harri harra allar ævir ber. Hvør tann, sum trýr á Hann, skal liva, um hann doyr, komið, tosið um Jesus, meir og meir. Meir og meir eg ynski gera navn Títt stórt, meir og meir at siga, hvat Tú hevur gjørt, meir og meir tilbiðja Teg sum Harra, Kong. Ja, eg ynski tæna Tær meir og meir. Kristus er svarið til heimsins stóru neyð, Kristus kann frelsa úr vanda, sorg og deyð. Spurningar lívsins níva mangan mann, teir eina Kristus svara, loysa kann, tí Kristus er svarið til heimsins neyð. Kunnu vit finna ein vin sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Er nakar Frelsari uttan Jesus? Ikki ein, ikki ein! Jesus kennir várt stríð á foldum, hann vil leiða til Himmals heim; kunnu vit finna ein vin sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Man nakar eiga slíkt vald sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Hvør hevur sett seg so lágt sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Var nakar dagur, vit mistu Jesus? Ikki ein, ikki ein! Var nøkur nátt, okkum gloymdi Jesus? Ikki ein, ikki ein! Kann nakar siga: Ei elskar Jesus! Ikki ein, ikki ein! Varð nakar svikin, sum leit á Jesus? Ikki ein, ikki ein! Er nøkur gáva so dýr sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Hvør veitir sínum eitt heim sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Johnson Oatman (Amer.), ( Danielsen týddi). Kærleikans Hirði, á, leið okkum milt á grønar fløtur, til vatnið so stilt! Trygt vard av tær okkum sakar ei ilt, aldri vit villast frá tær. Aldri, aldri, aldri, nei, aldri vit villast frá tær; aldri, aldri, aldri vit villast frá tær! Fjali tá skýggj bæði himmal og jørð, komi tá náttin og ódnin so hørð slepp okkum aldri, nei trygt okkum før! Tá vit ei villast frá tær. Eru vit veik, ver tú styrki vár tá, varðveit í eyðmýkt várt hjarta tær hjá, inntil várt eyga í dýrd teg skal sjá aldri vit villast frá tær! Griswold. ( Danielsen týddi). Kærleikin sum sólin, mild og blíð, lættir tungar byrðar, endar neyð og stríð! Kærleikin frá Gudi, livir hann í hjarta tínum, tú við honum skína kann, ja, skína kann! Legg tína hond í tær særdu hendur og halt framá bert, teg tær leiða ígjøgnum stormin, til tú heima ert. Jesu særdu hendur ikki sleppa tær. Fíggindin tá aldri sigur fær. Legg tína hond í tær særdu hendur og halt framá bert. F-durur Les Guds orð, og bið dag um dag, bið dag um dag, bið dag um dag. Les Guds orð, og bið dag um dag, um tú vaksa vilt. Um tú vaksa vilt, um tú vaksa vilt. Les Guds orð, og bið dag um dag, um tú vaksa vilt. Tú skalt kunna veiða Mær menn, veiða Mær menn, veiða Mær menn. Tú skalt kunna veiða Mær menn, um tú fylgir Mær. Um tú fylgir Mær, um tú fylgir Mær, tú skalt kunna veiða Mær menn, um tú fylgir Mær. Lít bert á hann, lít bert á hann, lít bert á hann nú! Hann teg frelsir, hann teg frelsir, hann teg frelsir nú. Lítið á Jesus, óttist hann, eingin so trúgvur er. (halleluja) Sig honum alt, ið baga man, tí so er hjálpin her. Syngið um dagin hátt, syngið á myrku nátt, hvønn ein dag, gloym ei tað! Vinur, syng, syng, syng! Liv fyri Jesus! Hetta lívið eina vert at liva er; hesum vini fram um øðrum kærleik tín sum offur ber! Liv fyri Jesus! Ognir, heiður, alt, ið lívið bjóða kann, gevur ei ein stuttan tíma tær ein slíkan frið sum hann. Liv fyri Jesus! Savna sálir um hans kross, og ger tað nú! Skunda tær, tí náttin kemur, tá ei longur virkar tú! Túsund, túsund dýrum sálum leingist lív og ljós at fá; tala tú við tær um Jesus, meðan enn tú kanst tær ná! Sig teim, hvat tú sjálvur eigur, vitna tað, tú hevur sæð: Jesus livir, Jesus elskar, Jesus frelsir sig teim tað! Liv fyri Jesus! Ofra honum lívsins sterka, fagra vár, ofra tína manndómsmegi, ofra honum elliár! Ofra alt! Tí so hann býður, alt hann hevur ofrað tær, tá hann vanvirdur og armur krossins træ á foldum bar. Ofra alt! Tí eingin hevur iðrað seg um hetta stig; liv fyri Jesus, til tú trínur inn í ríki hans við frið! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Lukkuligur tú, um tú kennir Harran Jesus, Sannleikan, Lívið og Vegin, ið skal føra teg til Gud. Men tú ert eisini hermaður í heri Guds, far í herbúnan tí, tak svørðið í hond og hygg upp og hav mót. Hygg ei afturum! Kom og stevn til sigursmálið. Framá, framá, ja, framá, ja framá. Meir og meir eg ynski gera navn títt stórt, meir og meir at siga, hvat tú hevur gjørt. Meir og meir tilbiðja teg sum Harra, Kong, ja, eg ynski tæna tær meir og meir. Miss ikki mótið! Nei, nei, nei, hvat enn ið kemur, hvat enn ið fór. Eg trúgvi Jesusi, og tað ber. Miss ikki mótið! Miss ikki mótið! Nei, nei, nei. Mín frelsari var einaferð eitt lítið barn sum eg; men syndafríur gekk hann her tann hugsan gleðir meg. Hann lýddi altíð Faðirs orð, sum eg skal gera við; í vísdómi hann steig hvørt spor í sínum ungdómi. Ja, hann, sum hótti sjógv og vind hvør gott tann hugsan ger! og grøddi lamin, deyv og blind, var lítil einaferð! O hann, sum tornakransin bar og toldi deyðans stríð, eitt elskað barn á foldum var, lá móðurørmum í. Av kærleika til tín og mín hann her seg føða læt; tí ofraði hann Himmal sín og toldi spott og hat. Eg veit, at tú, sum barn her vart, tú tekur móti mær, tú gleðist, tá ið børn tú sært at leita eftir tær! Mær í hjarta er eitt tónalag, eitt fagurt tónalag, eitt himmalskt tónalag, eitt tónalag um kærleika. Jesus, Jesus, Jesus, besta navn og ogn, fyllir hjartans longsil, broytir lívsins ódn til logn. Mær kærur sunnudagsskúlin er, og syngja dámar mær. Men eitt meg tyngir, og tað er øll tey, eg sakni har. Eg vóni, Harrin nýtir meg, tað er mítt mál og mið. Eg veit ein song, sum dregur tey, lurta, og lær hann við. Far út á gøtur, nýt allar løtur, við kærleika tú tey vinn. Sig, hurðin opin stendur, fá tey at koma inn. Eymliga tosa, syng so og brosa, vís teimum kærleikan. Men halt bert so trúliga á, lat Harran dýrdina fá. Um ei í sunnudagsskúla tú vilt koma, eitt er vist. Ein dag tú síggja, sanna skalt, at nógv tú hevur mist. Um ein dag tú vilt Harran sjá, so byrja nú í dag. Kom, hoyr um Jesus, trúgv á hann, tín sál skal verða glað. Navnið Jesus ei kann blikna, fánar ei sum tíðin fer. Aldri vil tess megi vikna, tí tað navnið ævigt er. Ung og gomul heim tað kallar, býður teimum sælan lut, tað er ment at leiða allar vilstar sálir inn til Gud. Navnið Jesus má eg elska, sál mín brennur fyri tí. Ongum øðrum navni finnist henda dýra frelsa í. Navnið Jesus fagurt ljóðar, lat tað hoyrast víða hvar, aftur styrkja sálir móðar, har sum vónin burtur var. Óndskapur og hatur flýggja, har ið Jesu-navnið vann, rættferðsól á tann skal síggja, sum í honum frið sær fann. Tá á nátt seg myrkrið breiðir, sum ein viti Jesu navn illa støddu skútu leiðir inn í ljóssins tryggu havn, og tá sól ei meir skal rísa, tónar hátt í Himlunum har hvar Jesu dýrd vil lýsa lov frá frelstu skarunum. David Welander (Noreg), ( Háberg týddi). F-durur Nógvar bústaðir hevur míns Faðirs hús, hevur míns Faðirs hús, tað er satt, at nógvar bústaðir hevur míns Faðirs hús, har er hvíld, hvíld, ævig hvíld Hann svíkur ei, á nei, á nei, Hann svíkur ei, Hann svíkur ei. Hann hjálpa kann í sorg og neyð, Hann trúgvur er í lív og deyð. Jesus vegurin er til míns Faðirs hús, til míns Faðirs hús, tað er satt, at Jesus vegurin er til míns Faðirs hús, har er hvíld, hvíld ævig hvíld. Kemur tú við mær til míns Faðirs hús, til míns Faðirs hús? Eg spyrji: Kemur tú við mær til míns faðirs hús? Har er hvíld, hvíld, ævig hvíld. G-durur Nú eg eri Tín, (á, kæri) Jesus Harri mín, Tú sum sól á mínum lívsins vegi skín! Nú, eg eri Tín, (á, kæri) Jesus Harri mín, Tú sum sól á mínum lívsins vegi skín! Í hjartanum á mær so ísakalt alt var. Andans heiti kærleiki nú brennur har. Nú eg eri Tín, (á, kæri) Jesus Harri mín, Tú sum sól á mínum lívsins vegi skín! C-durur Pætur út á vatnið gekk, tá hann sá á Jesus. Paulus altíð sigur fekk við trúgv á Harran Jesus. Og ein lítil maður var, upp í træið fór hann sær, í hjartanum hann ynski bar: Eg vil síggja Jesus! Zions land mítt stavnhald er, glaður í Guds stóru frelsu. Friður fylgir mær á ferð, glaður í Guds stóru frelsu. Glaður, glaður, syngjandi hvønn dag ferðist eg avstað. Glaður, glaður, glaður í Guds stóru frelsu. Álit er mítt sigursprógv, glaður í Guds stóru frelsu. Sigli mangan vandasjógv, glaður í Guds stóru frelsu. Skjótt eg hómi heimlandsstrond, glaður í Guds stóru frelsu, syngi ævigan fagnaðarsong, glaður í Guds stóru frelsu. Jennie Wilson. (Brynleif Hansen týddi). So ísakøld ýlir norðanættin um húsarhorn og um geil í kvøld. Í eini lítlari stovu situr ein lítil genta so svong og køld. Hitt bleika holdið so skilligt vísir,' at hon er sjúk, at hon líður trongd. Men pápin situr í drykkjuhúsi og gloymir heimið og barnsins svongd. Bert Aksel bróðir hjá Estur situr, við vindeygað hann nú hyggur út. So sárt hann minnist teir góðu dagar, sum skiftir eru til sorg og sút. Hans eygu vætast, men tó hann sigur: "Tú, góða Estur, ei gráta skalt: Ein lítil stund, og so kemur pápi, tá fært tú drekka og breyð og alt!" "Á, Aksel, minnist tú ikki mammu? Tá so vælsignað og gott var alt. Ei eftir pápa vit máttu bíða, og aldri var her so myrkt og kalt. Men kom og flyt meg, so eg kann síggja tær blonku stjørnurnar himli á. Kanska at mamma av Himli hyggur eg veit, hon smílast vil til mín tá. Eg minnist hennara blíða andlit, tá hon um kvøldið sang yvir mær. Men, Aksel, hygg, har nú fall ein stjørna, og mamma segði: "Tá ið tú sær, ein stjørna fellur av himli niður, tá onkur sál upp til Himmals fer, og tá til mammu eg upp skal fara, tá kann tað vera, tað sama sker. Men, beiggi, lat meg nú hjá tær hvíla, eg eri køld og so troytt, so troytt." Og lítlu Estur nú Aksel tekur í føvningin, og hon sovnar skjótt. Hann situr kvirrur og heldur tolin um systur sína í fanginum. Nú, sum hann út gjøgnum rútin hyggur, ein stjørna fellur av himlinum. Hann minnist tá, hvussu Estur segði: "Tá upp til mammu mín andi fer, ein stjørna fellur". Nú Aksel hyggur, hann sær, at longu hon farin er. Hygg, eygað brestur ei bleika kinnin av sorgartárum skal vætast meir, ei meir hon skelvur av bitrum kulda, tær stundir tungu ei gerast fleir. Tá pápin seinni til heimið kemur, hann sær, at dóttir hans liggur deyð. Tá ringist bróst hans av sorg og angur, og Gud fær frelst hann frá synd og neyð. Men dag um dag har í kirkjugarði fólk kunnu síggja ein gamlan mann við Esturs grøv við tí lítla krossi, og úr hans eygum mangt tárið rann. So langt, eg kann minnast, so havi eg hoyrt um náði og frelsu og frið, um Gud, sum sín Son gav í okkara stað og altíð er við vára lið. So nógv, sum eg hoyrdi, so helt eg tó tað, at hetta var ei fyri meg, at hetta galt onnur, sum livdu í synd og tí máttu umvenda seg. Men tøkk fái Gud, at ein dagur upprann, tá hann vildi vísa mær tað, at leiðin, eg gekk, var ein undirgangsleið og bar mót fortaping ein dag. Hann vísti mær tá út á Golgata heyg, hvør søt var tann sjónin at sjá: Guds Sonur hekk har undir mínari synd, øll skuldin varð útstrikað tá. Eg fell har á knæ, og mín tunga varð loyst, eg tilbað mín Harra og Gud, sum strítt hevði stríðið og tikið mítt pláss, og frelsan har fall mær í lut. Mong ár eru liðin, men vitna eg skal, at hann er mín klettur, mín borg, hann leiðir, hann fylgir, hann varðar mín fót, ein vinur í gleði og sorg. Hvør signað at vita, at leiðin nú ber mót lívsins tí æviga stað; øll tey, sum í trúgv hava litið á hann, har frelst skulu standa ein dag. Men vinur, sum enn stendur ivandi her, tær tærvar eitt einasta stig, tak móti Guds Soni, kom lít á hans blóð, hann gevur tær frelsu og frið. Líggjas á Váli, Sólskin, sólskin, sólskin havi eg, sólskin, sólskin allan lívsins veg; síðan Jesus fann meg, gav mær frið frá sær, havi eg hans kærleikssólskin milt í mær. Stríðið sannleiksstríð Guds herklæðum í. Mikið vápnagný dynur nær. Brynjað, gyrd og skødd, takið hjálm á høvd, spennið spong og vødd og berjist har. Reisist, hermenn, fylkist nú um merkið! Reystir, treystir, fremjið sigursferð! Framá, heimá, syngið hosianna! Hetjan Kristus jú á odda er. Fús vit herja á, fíggindan vit slá, málið brátt vit ná fram á leið. Hevjið svørð og skjøld móti myrku vøld, fyri Satans fjøld vit lúta ei. Gud, vár høvdingi, tú Almáttugi, lat herliðini sigur fá! Gev á hvørjum stað kraft til hvørt eitt slag, inntil síðsta dag vit heima stá. Sherwin. ( Zachariassen týddi). Sum havið, so stórur, høgur sum Himmalin har, djúpur so sum havið, Jesus, kærleikin er hjá tær! Óverdigur var eg, barn títt so eri eg nú; orð títt kom á mín veg, segði mær tað, at meg elskar tú. Tá eg ein lítil drongur var eg minnist tað so klárt at eg við mínum treiskni gjørdi mammu lívið svárt, men síðan hon tll Himmals fór, tað svárt er blivið mær á, Gud sig mammu, at eg komi har! Ja, sig, eg komi har, hvar einglasongur er, á, Faðir, hetta boð til mammu ber. Ja, sig við hana tað, at hent er, sum hon bað, á, Gud, sig mammu, at eg komi har. Um eg ónæriligur var, var hon tó altíð góð, so tolin, mild og blíð, um eg enn aldri tað forstóð, men mína sorg og mína kvøl tær deildi hon við mær, á, Gud, sig mammu, at eg komi har! Tá eg sum hin fortapti sonur fór mín egna veg, í sorg og pínu hennar' eyma hjarta ringdi seg, og dag og nátt til náðis Gud í bøn hon fram meg bar á, Gud, sig mammu, at eg komi har! Ein dagin eg ein boðskap fekk at koma heim við skund' at síggja mammu, áðrenn hon fór inn í deyðans blund, og síðsta bøn, hon bað meg, var til Gud at venda mær, á, Gud, sig mammu, at eg komi har! C-durur Tá Hann frelsti meg, nakað undurfult hendi, tá Hann frelsti meg. Ivin burtur svann, ljós av myrkri vann. Nakað undurfult hendi, tá Hann frelsti meg. E-durur Tá Harrin er mín Hirði, Hann leiða vil mín veg. Eg óttist ikki vandan, tí Hirðin leiðir meg. Í dag, hvønn dag við Honum fylgist eg. Í dag, hvønn dag, tí Hirðin leiðir meg. Tað er lukka og hvíld, ja, ein undurfull hvíld, sum eg eigi, tá Jesus er nær. Lat so alt vendast við, hjarta mítt eigur frið, hann er trúgvur, sum altíð hann var. Egið lag. ella Tað er nakað í Himli hjá børnum at fá, tey, sum elska sín frelsara her; bæði krúnur og gullhørpur fáa tey tá og ein klædning, sum snjóhvítur er. Har er nakað at fá, har er nakað at fá, har er nakað hjá børnum at fá; í tí himmalska stað eru øll altíð glað, har er nakað hjá børnum at fá. Tey á gullgøtum ganga og syngja so glað, millum einglar í ljósinum har; Jesus sjálvur er hjá teimum, minnist til tað, hann, sum syndir og straff teirra bar. Har við borðið hjá Gudi, har sita tey øll, fáa nýtt vín og livandi breyð; Harrin Jesus er ljós í tí himmalsku høll, eingin pína er har, eingin neyð. Ja, tey fáa sær vatn av tí livandi flóð, eta fruktir av lívstrænum við, og um Jesus tey syngja eitt gleðiligt ljóð, og hann gevur teim ævigan frið. Tað var ein lítil genta, sum til sítt síðsta lá, um fáar dagar skuldi hon foldum fara frá. Foreldrini tey grótu, tí, á, tað var so tungt at missa hetta barnið so elskuligt og ungt. Men pápi hesa gentu var ein, sum segði tað, at eingin Gud er til hevði aldri ljósið sæð; men mamman hon var sálig í trúgv á Frelsaran og segði hini lítlu, hvat hon hjá honum fann. Ein dag, sum pápin tungur við songarstokkin sat, tá hugdi hon upp á hann, og veikt í henni læt: "Nú skal eg, góði pápi, skjótt fara burt frá tær; men hvussu skal so verða við sálini hjá mær? Eg eri, á, so ótrygg, eg finni ongan frið, tit siga hvør sítt. Hvørjum skal eg so halda við? Tí mamma hevur tosað um Jesus og hans makt, men "eingin Gud er til", hevur pápi mangan sagt!" Ja, tá stóð nógv á pápa! Hann græt, men segði tó: "Trúgv tí, sum mamma sigur um Jesu dýra blóð"! Og trygt seg barnið legði í Jesu eyma favn, sum hana bar til Himmalsins stillu, ljósu havn. Men tá fekk hann at síggja, hvat ei hann hevði sæð, og fann sær í Guds frelsu eitt ævigt hvíldarstað. Tá sterka vantrúgv fellur í trongu royndarstund, tá stendur veika trúgvin á Jesunavnsins grund. Tað var, tað var so sæl ein stund, tað var, tað var so sæl ein stund; tá Jesus gav mær hjartafrið, tað var so sæl ein stund. Tað verður undurfult ein dag at síggja Frelsaran og teljast millum slík, sum verða Honum lík. Hvørt fótafet meg nærri ber til hesa sælu stund, tí vil eg liva fyri hann av hjarta, lív og lund. Tá hann kemur, tá hann kemur at savna sínar skattir, síni elskaðu, dýrtkeyptu børn í sín favn. Tá sum stjørnurnar føgru tey har við hans høgru skulu skína í ævir og prísa hans navn. Sínar skattir, sínar egnu, teir elskaðu, reinu, skal hann savna sær inn í ta himmalsku havn. Øll tey børn, sum sín Frelsara kenna og elska, eru skattirnir, sum hann skal taka í favn. Tak mítt barnahjarta, Jesus, ger tað reint í blóðinum, tak tað, ger tað til eitt tempul fyri halga Andanum! G-durur Takk, á Gud, at Tú frelsti meg, takk, at eyga Títt bar við meg, takk, at Harran Jesus Tú gav, takk fyri náðinnar djúpa hav. Tann dagin aldri gloymi eg, tá mamma segði blítt við meg: "Nú fari eg upp í Guds stað, men gloym ei, barn, hvat mamma bað!" Á, tá hon mær í huga er, tá er tað, sum hon enn var her, tað er, sum um eg skuldi sæð, at mamma lá á knæ og bað. Ei hennar' rødd eg gloyma kann, hon gleddi meg, tá mótið svann. Fall eg enn djúpt Gud best veit tað. Eg gloymi ei, hvat mamma bað. Long tíð er liðin, men so kær tey kærleiksorð enn eru mær tey orð, eg hoyrdi, tá á knæ við stólin mamma lá og bað. Ta løtu aldri gloymi eg, tá Harrin Jesus frelsti meg; mín synd var negld til krossins træ tá gekk tað út, sum mamma bað. Á, Jesus, takk, mín sál er sæl, tú meg til mammu leiða skal, har heima, hvar vit møtast glað, sum svar uppá, hvat mamma bað! Es-g. Tann, ið koma vil til mín, tann, ið koma vil til mín, tann, ið koma vil til mín, skal eg aldri koyra út! G-durur Til hetta fagra, fagra land, har okkum einki saka kann. Hvør kemur við, hvør kemur við til hetta fagra, fagra land? Til hetta fagra, fagra land, har okkum einki saka kann. Eg komi við, eg komi við til hetta fagra, fagra land. Tú tín kongastól býtti fyri fátækt ból, tá tú komst higar fyri meg; tí í Betlehem var einki rúm tá fyri tær, tó tey skuldu tilbiðið teg. Eg tilbiði teg, Harri Jesus, og mín sál ber fram lovsong til tín, eg tilbiði teg, Harri Jesus, nú, tøkk mítt hjarta til tín fram ber! Høga einglalið sang um heiður og um frið, táið føddur á fold tú vart; men hvør fátæk var ikki legan her hjá tær, tú, sum heimin á hondum bart! Villi fuglur tó finnur náttarhvíld og ró, hvørt eitt djór hevur høli sítt; men Guds Sonur, tú eigur ei á jørð tað bú, har tú halla kanst høvur títt! Boð um lív og frið, dýrar gávur við bart tú niður til okkara; men bert hat og háð løntu menn tær aftur tá, ja, og krossin á Golgata! Emily Elliot (Ongl.), ( Danielsen týddi). Um her vit allan heimin kunnu eiga og góðs og stórar jarðir burtur leiga, hvat er tað alt tó uttan tap og skarn ímóti tí at vera eitt Guds barn! Eitt heim eg eigi hátt í Himmalsølum, eg fari skjótt úr hesum táradølum, og tóat bylgjan brýtur hátt um stavn, eg lendi skjótt tó í tí tryggu havn. Mær Jesus atgongd vann til staðin fríða, og skjótt so skal eg inn um portrið stíga, og tá ið fyrst eg komin eri har, eg gloymi skjótt alt stríð, á foldum var. Og um eg her skal lítil, armur vera, skjótt skal eg lívsins hvíta klædning bera; lat heimin søkja hetta, sum er smátt! Er Jesus mín, er alt í ævir gott. Nils Breiung (Noreg), ( Danielsen týddi). Undurfult, undurfult navnið Jesus er, frelsir meg, leiðir meg og meg uppi ber. Vegurin, Sannleikin, Lívið hjá mær ver! Undurfult er navnið títt IMMANUEL. Upp á tindar, gjøgnum dalar, upp á tindar, gjøgnum dalar vil eg fylgja, tá Jesus leiðir meg. Eg vil fara, har hann leiðir, eg vil fylgja, tá Jesus leiðir meg. Eg vil fara, har hann leiðir, eg vil fylgja, tá Jesus leiðir meg. Út í eystur og vestur, mót suðri og norð far avstað, far avstað, bjóða inn til Guds borð. Til tey svørtu og hvítu, til gul, reyð og brún. Far avstað, far avstað, ber tey boð í hvørt tún. Vegin út til krossin gekk hann fyri meg, ja, fyri meg, ja, fyri meg, vegin út til krossin gekk hann fyri meg og doyði fyri meg. . As-es. Vel vinin besta, og lat hann vera tín leiðara gjøgnum lívið her. Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera ígjøgnum lívið alt, til sólin undir fer. Vend títt eyga á Jesus, hygg inn í hans andlit so kært, og øll heimsins gleði vil fána burt í tí náði og dýrd, ið tú sært! Vilt tú fjala mær, skýlisklettur har, so ei nakað ónt meg hendir og ei ótti nær. Vilt tú fjala mær, tú, sum sligin var, men sum upp úr grøv vart reistur, vilt tú fjala mær. Fjaldur í tær, fjaldur í tær, á, ævigi klettur, væl fjaldur í tær. Vinur, vilt tú okkum møta, vinur, vilt tú okkum møta, vinur, vilt tú okkum møta á Kána'ans ljósu strond? Av Guds náði vit tær møta, av Guds náði vit tær møta, av Guds náði vit tær møta á Kána'ans ljósu strond! ( Danielsen týddi). Vit ferðast heim at møta teim, sum synd og sorg ei kenna, tí leiðin ber, har Jesus er, har tár ei meiri renna. Vit ferðast heim, vit ferðast heim til Jesus. Um dalar, fjøll, um grønan vøll og oyðimarkir brendar halt framá bert, tí tað er vert, vár pílgrímsferð skjótt endar. Við krossins fót eg fái mót, tá fíggindin meg ræðir, og undir stríð og vápnagný eg tali við mín Faðir. Og skjótt vit ná um lívsins á, har Jesus okkum fagnar. Tá lokin er vár pílgrímsferð, og stríðið harða tagnar. (Brynleif Hansen týddi). Choruses Vit lesa um ein lítlan mann í forðum einaferð, sum visti, tó hann ríkur var: ei gull tað besta er! Á jú, mín vinur, tað er satt: ei gull tað besta er! At vita, at tín sál er frelst, tað mangan betri er. Og so ein dagin frætti hann: ?Ein maður er á ferð, sum ikki eigur gull, men tað, ið mangan betri er.? So klívur hann upp í eitt træ, sum tætt við vegin er, at síggja hann, sum meir enn gull til mannasálir ber Og Jesus kemur gangandi og steðgar síni ferð; ?Kom niður!? sigur hann, ?í dag hjá tær mítt tilhald er.? Sakeus fekk at kenna tá, hvat Jesus við sær ber; ei fekk hann gull, men hann fekk tað, ið mangan betri er. D-durur Vit syngja á morgni um Frelsaran kæra, vit syngja á kvøldi um kærleika Hans, og tá ið so lívsleiðin her er at enda, vit syngja sigurssong í sølum Himmalsins. Ella: Vit tala um Himmalsins stað, um hitt landið, sum trúgvin nú sær; tað er gleði at tala um tað, men hvør gleði er tá ikki har! Uppi har, uppi har, hvør gleði er tá ikki har! Uppi har, uppi har, uppi har, hvør gleði er tá ikki har! Av gleði vár sál verður full, tá hitt landið langt burtur hon sær, tess glitrandi perlur og gull; ja, hvør gleði er tá ikki har! Vit minnast tann frið og ta ró, várt hjarta har einaferð fær, sigurssongin og einglanna ljóð; ja, hvør gleði er ei uppi har! Huntington (Amer.), ( Danielsen týddi). Ynskir tú lív, satt lív, gleði og frið, lat Jesus bert hjarta títt fá. Til himmals hann er brúgv, kom lít á hann í trúgv, títt lív broyta vil hann í dag og í tær festa búgv. Ynskir tú lív, satt lív, gleði og frið, lat Jesus bert hjarta títt fá. Ansa, eyga lítla, hvat tú sært! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær ansa, eyga lítla, hvat tú sært! Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært! Lítla hond, ver varin, hvat tú gert! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær lítla hond, ver varin, hvat tú gert! Lítli fótur, ansa, hvar tú fert!: Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær lítli fótur, ansa, hvar tú fert! Lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt! Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt! Besta bók av bókum her Bíblian hjá mammu er, merkt av tárum, skrætt og rukkað er mangt blað. Men so klárt er fyri mær, tá hon tók meg inn at sær, setti meg í fangið og til Gud hon bað. Niðurlag: Gamla bók, dýra bók, gjøgnum teg eg Jesu kærleik havi sæð, meir og meir eg elski teg, sum eg ferðist á tí veg, ið skal føra heim til Zions nýggja stað. Hon fortaldi fyri mær, hvussu Jesus Kristus var, komin her at ganga krossins tunga veg. Tá eg krossfestan sá hann, og mær tár á kinni rann, kysti hon meg, segði, alt var fyri meg. Nú í himli mamma býr, men tann bókin er mær dýr, sum í sorg og gleði henni var so kær. Hon gav kraft í neyðarstund, hon helt inn í deyðans blund, og eg veit, hon eisini skal hjálpa mær. Bíblian hin kæra, dýri skattur vár, ævinleikans Orðið grøðir sálarsár. Boð hon ber frá Gudi, synd fordømir Hann, men við Kristi deyða øll Hann frelsa kann. Lív mær Orðið gevur, mettar mína sál, veitir vápn til verju, ráð til dagsins mál. Hevur fjøld av lyftum, lýsir mær mín veg, og í hvørjum tørvi hjálp har finni eg. Ognist mær so Orðið! Trúgv mín, mennist hon! Treingist trá til álit á Guds egna Son. Tryggur í Hans ørmum lýðin gerist eg, vaksandi í náði gangi Harrans veg. Byrðin hin tunga hon rullaði av, rullaði av, rullaði av, byrðin hin tunga hon rullaði av niðri við krossins fót. Friður sum flóðin í hjarta mítt kom, hjarta mítt kom, hjarta mítt kom, friður sum flóðin í hjarta mítt kom niðri við krossins fót Himmalsins dyr lótust upp fyri mær, upp fyri mær, upp fyri mær, himmalsins dyr lótust upp fyri mær niðri við krossins fót. Egið lag. ella Eg lítla barn, so elskað av mammu, pápa við, sum njóti her hjá teimum so tryggan, søtan frið, eg veit tó ein, sum elskar meg nógv, nógv meir enn tey, og sum er altíð mentur at bjarga mær úr neyð. Og hesin góði vinur, tað Harrin Jesus er, sum steig av høga Himli og kom til jarðar her, sum læt seg fyri okkum á krossin negla fast; av kærleika hans hjarta har fyri okkum brast~ Her kunnu míni kæru jú fara frá mær brátt, og táið neyðin hóttir, tey eiga ongan mátt; men Harrin Jesus Kristus mær altíð hjálpa kann, hann livir jú í ævir, og altíð elskar hann. Hann tók mítt arma hjarta so syndigt, sum tað var; ein vinur fram um allar er Jesus blivin mær; hann barni sínum hjálpir og meg á ørmum ber, og so hann heim meg tekur har, sum hann sjálvur er. Eg veit ein vin, meg elskar, elskar, elskar, eg veit ein vin, meg elskar, og tað er Jesus. Hann elskar meg sunnudag, mánadag við, er týsdag og mikudag við mína lið, ja, hósdag og fríggjadag, leygardag eg má Jesusi prísa; tí hann elskar meg! Eg veit ein vin, meg verjir, verjir, verjir, eg veit ein vin, meg verjir, og tað er Jesus. Hann verjir meg sunnudag, mánadag við, er týsdag og mikudag við mína lið, ja, hósdag og fríggjadag, leygardag eg má Jesusi prísa; tí hann verjir meg! Eg veit ein vin, meg leiðir, leiðir, leiðir, eg veit ein vin, meg leiðir, og tað er Jesus. Hann leiðir meg sunnudag, mánadag við, er týsdag og mikudag við mína lið, ja, hósdag og fríggjadag, leygardag eg má Jesusi prísa; tí hann leiðir meg! Eg vil syngja, Gud mín góður er. Eg vil syngja, Gud mín góður er. Eg vil syngja, Gud mín góður er. Eg Honum altíð takka vil, Hann elskar meg. Gud læt son sín doyggja fyri meg. Gud læt son sín doyggja fyri meg. Gud læt son sín doyggja fyri meg. Eg Honum altíð takka vil, Hann elskar meg. Skuldin goldin, fríður eri eg. Skuldin goldin, fríður eri eg. Skuldin goldin, fríður eri eg. Eg Honum altíð takka vil, Hann elskar meg. Jesus Kristus livir enn í dag. Jesus Kristus livir enn í dag. Jesus Kristus livir enn í dag. Eg Honum altíð takka vil, Hann elskar meg. Eg vil syngja, Gud mín góður er, eg vil syngja, Gud mín góður er, eg vil syngja, Gud mín góður er, eg Honum altíð takka vil, Hann elskar meg. ella Ein barnavinur góður í himli høga býr, ein vinur, sum ei svíkur tað barn, ið á hann trýr. Ei líkur mongum vini, vit hava kunnu her, tann vinur ber av røttum tað vinarnavn, hann ber. Eitt barnaheim so fagurt í himli høga er, har Jesus skjótt skal savna tey børn, hann eigur her. Ei nakað heim á foldum kann metast javnt við tað; har elska øll hvørt annað, har eru øll so glað. Ein krúna, dýr og føgur í himli liggja man til hvønn, ið elskar Jesus og virkar fyri hann. Skjótt skal hann koma aftur, í hondum stundin er; kom, barn, og trúgv á Jesus og elska navn hans her! Ljómur og Lag Ein fittur dreingjaflokkur, eitt vakurt gentulið, tey syngja so søtt, tey læra so skjótt og spæla og renna so glað og løtt. Og hesin káti flokkur og hetta glaða lið, tey hoyra nú um hann, hvørs blóð á krossi rann, og sum smábørn frelsa kann halleluja! Ein frelstur dreingjaflokkur, eitt bjargað gentulið, tey syngja so søtt, tey læra so skjótt og ferðast mót Himli so glað og løtt. Og hesin dýri flokkur og hetta kæra lið, tey vitna frítt um hann, hvørs blóð á krossi rann, at hann smábørn frelsa kann halleluja! Ljómur og Lag Ein lítil genta gekk í sunnudagsskúla so trúgv hvønn sunnudag. Har hoyrdi hon um Gud, sum er so góður við hvørt smábarn, at Hann í deyðan læt Sín egna Son. Hon hoyrdi, hvussu syndin øllum ræður, at menniskjuni ikki elska Gud, men eisini, at tann, sum trýr á Jesus, fær Himmalin og ævigt lív í lut. Ein dag er hon og vitjar ommu sína tað er ein kláran, kaldan kavadag og ommu spyr, um hvítari enn kava hon veit seg hava hoyrt um ella sæð. Men omman, sum er veik og grá og gomul, og kanska skjótt skal verða løgd í mold, hon hevur ikki annað hoyrt, enn kavi er hvítastur av øllum her á fold. ?Nei, omma?, svarar gentan, ?tað er skrivað, at eitt er, sum er hvítari enn snjó, tað er ein sál, sum her er blivin tváað í Harrans Jesu dýrabara blóð!? Tá rann eitt tár av eyganum á ommu. Á knæ tær fullu, og hin eldra bað, at Harrin skuldi hennar sál nú tváa. Og hon bleiv hvítari enn snjó tann dag! Ein so undurfull søga er søgd um ein fagran og skínandi stað, har hvør gøta av gulli er løgd, har er dýrd, sum ei vit hava sæð. Niðurlag: Fagra heim, ljósa heim, har tey heilagu búgva so glað! Føgur, glitrandi hús eru bygd til hvørt Guds barn á foldini her, og av kærleikasólini skygd eru øll, eingin skuggi har er. Glað og syngjandi børn eru har, skrýdd í klædningar, hvítar sum snjó, Jesus her teirra frelsari var, her tey kendu hans reinsandi blóð. Til tann fagra og skínandi stað tekur Frelsarin eisini meg; eg hans bjargandi blóð havi sæð, hann meg lærdi at trúgva á seg. Ein vísur maður bygdi hús sítt á klett, ein vísur maður bygdi hús sítt á klett, og ódnirnar brustu á. Og regnið kom niður, og áirnar vuksu, og regnið kom niður, og áirnar vuksu, men húsið á grund stóð fast. Ein dári var, sum bygdi hús sítt á sand, ein dári var, sum bygdi hús sítt á sand, og ódnirnar brustu á. Og regnið kom niður, og áirnar vuksu, og regnið kom niður, og áirnar vuksu, og húsið á sandi fall. So bygg títt hús nú á Harran Jesus Krist, so bygg títt hús nú á Harran Jesus Krist, og signingin koma skal. Tá bønin fer upp, kemur signingin niður, .: tá bønin fer upp, kemur signingin niður, so bygg nú títt hús á Hann! Ljómur og lag Enn, enn tað ljóðar, krossins dýra orð, Jesus sigur vann. Enn, enn tað bjóðar øllum himmalkor, bert við trúgv á hann. Jesus leið, og hans blóð á krossi rann, Jesus doyði, men deyðan yvirvann. Jesus reis, og í Himli er nú hann, kallar teg til sín. Vit syngja glað um Frelsaran, vit syngja takkarsong til hann, tí hvørja stund hann koma kann at taka okkum heim. Við perluportrið í staðnum har, vil Jesus taka ímóti mær, har ljóðar yndisligt hørpuspæl, hvør kemur við inn í Guds himmalsal! Er Hans navn ikki kært undurfult og dýrabart? Er ei Jesusar navn undurfult? Synd og bann bøtir Hann, hetta sigur Bíblian. Er ei Jesusar navn undurfult? Undurfult, undurfult navnið Jesus er, frelsir meg, leiðir meg og meg uppi ber. Vegurin, sannleikin, lívið hjá mær verð! Undurfult er navnið Títt Immanuel. Jesu navn, á hvør søtt! Ljós á jørð og Himli við. Jesu navn, á hvør søtt! Ljós á jørð og Himli við. Himmalin so undurfullur er, dýrdar-, friðarins verð, har mær ein bústað Jesus ger, undurfullur Himmalin er. Og inntil tá, eg ferðist fram við gleði, inntil tá, mín sál kann syngja glað. Inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur, inntil eg síggi ljósins stað. Faðirsins orð og úr erva ein lykt, undurfull bók, vísir mær vegin í kærleika, tykt. Undurfull lívsins bók. Himmalska føði til svangan hon ber, undurfull bók. Tann, hana etur, ei svangur hann er. Undurfull lívsins bók. Streymar av himmalskum vatni hon ber, undurfull bók, sløkkir mær tostan og reinan meg ger. Undurfull lívsins bók. Hvar tú ert, og hvat tú gert, altíð sannleik sig! Arbeið ella leikur bert altíð sannleik sig! Set tær hetta eina mál, grav tað djúpt í sinn og sál, viljan herð sum blanka stál, altíð sannleik sig! Sannleikur frítt høvdið ber, altíð sannleik sig! Ljót og lúrin lygnin er, altíð sannleik sig! Hann ein ræddur trælur var, sum úr knípu slepti sær, bert við lygn; nei, djarvur far, altíð sannleik sig! Fórt tú skeivur, treiskast ei, altíð sannleik sig! Sigurrík er sannleiksleið, altíð sannleik sig! Hann, sum fram við lygnum fer, verri hann tað illa ger; gakk tí beint og maður ver, altíð sannleik sig! lag. lag. Hvør skapti blómurnar, blómurnar, blómurnar, hvør skapti blómurnar? Gud í himlinum. Hvør skapti stjørnurnar o.s.fr. Hvør skapti fuglarnar. Hvør skapti teg og meg. Hvør skapti blómurnar, stjørnurnar, fuglarnar, hvør skapti teg og meg? Gud í himlinum. Hvørjum skal eg siga takk o.s.fr. Dk. Jesus, barnavinur, ver, tú í dag til steðar her! Tú, sum fegin boyggir oyrað, barnalovsongin at hoyra, gjarna tekur børn í favn her vit koma í títt navn! Signa børnini í dag, lat tú okkum kenna tað, at í náði tú teim møtir, leiðir tey á grønar fløtur og til vøtnini so still sálina við ljósi fyll! Jesus elskar meg, á ja, Bíblian mær sigur tað, smábørn Honum hoyra til, fegin Hann tey frelsa vil. Niðurlag: Ja, Jesus elskar, ja, Jesus elskar, ja, meg Hann elskar, Hans orð mær sigur tað. Jesus elskar meg, Hann bar alla mína synd á Sær; opin er nú Himmalin, hvør, sum vil, kann sleppa inn. Jesus elskar meg; Hann skal leiða meg so trygt og væl, og til síðst Hann lovar mær inn í Himmalin hjá sær. Jesus, tak nú hjarta mítt, ger tað heilt til tempul Títt! Tú, sum doyði fyri meg, lat meg liva fyri Teg! Ljómur og Lag Jesus elskar smábørn, ansar eftir teim, vil teg fegin leiða til sítt himmalheim. Tá eitt barnahjarta lítur á hans navn, á, so fegin hann tá tekur tað í favn. Niðurlag: Á, ja, hann er hin allarbesti vinur, sum eitt barn kann hava við sær her; tí hann elskar tað og vil tí trúgvur vera, inntil hann tað inn um perluportrið ber. Eingin veit, hvat Jesus gjøgnumgekk hin dag, táið hann varð negldur upp á krossins træ; men, tú lítli vinur, nettupp tí at hann andaðist í pínu, sál tín frelsast kann. Skjótt so kemur Jesus til at taka tey, sum á navn hans trúgva, heim frá synd og neyð. Har er eingin grátur, har er eingin sorg, nei øll spæla hørpu glað í ljósins borg. Ljómur og Lag Jesus er mín Frelsari, Gud hann gav sum gávu. Jesus elskar ein og hvønnn, serliga tey smáu. Niðurlag: Far, sig teim frá, far, boð teim ber, um stórur, lítil enn tú er, um stórur, lítil enn tú er. Jesus kom at frelsa øll, bert tey vilja trúgva, svørt og hvít og reyð og gul, heim til sín at búgva. Jesus hevur ábyrgd lagt stórum, smáum bera boðini um kærleikan, vitni hans at vera. Jesu boð er: Sig teim frá, lat øll fáa hoyra, so at Eg í Himli ei burtur skal tey koyra. Jesus, Guds Soni, prísa vil eg, sum, tá ið á stóð, ei spardi seg, men sum í deyðan steig fyri meg og mínar syndir bar. Jesus yvir synd og deyða vann, Jesus livir prís og tøkk til hann Jesus úr trongdum hjálpa mær kann, føðir og klæðir meg. Mildur hann var, um verðin hann sló, tá ið hann píndur, einsamur stóð, til hann á krossi læt út sítt blóð á, tað var fyri meg. Uppi hjá Gudi Jesus nú er, men tann, sum einfalt trýr á hann her, einaferð glaður upp til hann fer. Takk, góði Jesus, takk! Jesus, Hann biður meg skína, ja, skína fyri Seg, heima, í spæli, í skúla, at ganga sannleiks veg. Niðurlag: At skína, at skína, Jesus, Hann biður meg skína at skína, at skína. Skína eg vil fyri Hann! Jesus, Hann biður meg elska, ja, elska øll sum Hann, vísa, hvør glatt og hvør blídligt eitt Guds barn vera kann. Eg biði Jesus at hjálpa; Hann væl meg varða kann, hjálpa mær vísa Hans kærleik og skína fyri Hann. Skína eg vil fyri Jesus, ja, skína trútt og væl, til eg í Himlinum høga hjá Honum búgva skal. Jesus, Hann er barnavinur, barnavinur, barnavinur. Jesus, Hann er barnavinur, og Hann elskar meg. Lít bert á Hann, Hann teg frelsir, Hann teg frelsir, Hann teg frelsir. Lít bert á Hann, Hann teg frelsir, nýtt lív gevur tær. Hann vil altíð fylgjast við tær, fylgjast við tær, fylgjast við tær. Hann vil altíð fylgjast við tær, fylgir tær hvønn dag. Hann teg leiðir heim til gleði, heim til gleði, heim til gleði. Hann teg leiðir heim til gleði, heim í Himmalin. Jesus, sum av Himli steig, fyri okkum deyðan leið, elskaði og gloymdi ei lítið barn sum meg. Niðurlag: Lítið barn sum meg, Jesus elskar, gloymir ei lítið barn sum meg. Fyri børn Hans blóð jú rann, teimum ævigt lív Hann vann, Jesus elskar, frelsa kann lítið barn sum meg. Tí eg Jesus elska má, ganga her Hans leiðum á, lata Hann sum gávu fá lítið barn sum meg. Kom, barn, og elska Jesus, sum teg so elskaði, at Hann til tína frelsu Seg sjálvan ofraði. Gakk somu leið sum Jesus, ið deyðan yvirvann, so alt títt lív og virki ber vitnisburð um Hann. Lít eina, barn, á Jesus, hvat enn tær henda kann, lat tína tráan vera at æra Hann, bert Hann. Ver Jesusi nú trúgvur og fylg Hans boðum her, so skalt tú krúnu bera í dýrd, har Jesus er. Nú, barn, fylg Jesu boðum, og undir krossin far, tá vil Hann hátt teg heiðra í Himlinum hjá Sær. Komi eg til Jesus, glaður verði eg; nívist eg av sorgum, uggar Jesus meg. Niðurlag: Komi eg til Jesus, gleðist sálin mín; eymt og blítt hann kallar børnini til sín. Tá eg kom til Jesus, Jesus frelsti meg, Anda sín hann gav mær, hjartað reinsaði. Eg til Jesus fari, leggi hond í hans; trygt og væl hann leiðir meg til Himmallands. Har í hvítum klæðum, millum børn so glað, skal eg síggja Jesus og hans kongastað. Langt síðan í fyrndini ein lítil drongur var, alt, sum hann átti, glaður hann til Harran Jesus bar. Fimm breyð hann átti, fiskar tveir, sum hann læt Jesus fá. Við teimum mannfjøld mettað varð, ja, bæði stór og smá. Um lítlan tit so kalla meg eitt barn bert eri eg so veit eg tó, at Jesus, hann kann brúka slík sum meg! Les Guds orð, og bið dag um dag, bið dag um dag, bið dag um dag. Les Guds orð, og bið dag um dag, um tú vaksa vilt. Um tú vaksa vilt, um tú vaksa vilt. Les Guds orð, og bið dag um dag, um tú vaksa vilt. Tú skalt kunna veiða mær menn, veiða mær menn, veiða mær menn. Tú skalt kunna veiða mær menn, um tú fylgir mær. Um tú fylgir mær, um tú fylgir mær, tú skalt kunna veiða mær menn, um tú fylgir mær. Minst til at biðja á morgni, minst til at biðja á degi við. Minst til at biðja á kvøldi, tað hjartanum gevur frið. Gud hoyrir bønir á morgni, Gud hoyrir bønir á degi við. Gud hoyrir bønir á kvøldi, Hann gevur hjartanum frið. Jesus kann koma á morgni, Jesus kann koma á degi við. Jesus kann koma á kvøldi, tá hevur títt hjarta frið. Mín sunnudagsskúli kæri eitt hvíldarpláss mær er; sum lítli fuglur glaður til reiðrið fjálga fer. So leingist mínum hjarta til henda kæra stað, so skundi eg mær higar, á fund hvønn sunnudag. Í sunnudagsskúla fara ein gleði er tað mær, og frítt og lætt er sinnið, tá øll vit syngja har. Teir glaðu takkarsálmar til Jesus, frelsaran, og lurta eftir øllum, ið verður sagt um hann. Úr sunnudagsskúla mangan við sakni heim eg gekk, men signaður og styrktur av tí, eg hoyra fekk. Har lambið finnur føði og vatnið klára fær, ei undur, um tí leingist at koma tíðum har! Mítt lítla himmalljós lýsa nú bjart tað skal. Mítt lítla himmalljós lýsa nú bjart tað skal, lýsa skal, lýsa skal, lýsa skal. Undir ein stól tað fjal? Nei! Lýsa nú bjart tað skal. Undir ein stól tað fjal? Nei! Lýsa nú bjart tað skal, lýsa skal, lýsa skal, lýsa skal. Ikki tað sløkkjast má, lýsa nú bjart tað skal. Ikki tað sløkkjast má, lýsa nú bjart tað skal, lýsa skal, lýsa skal, lýsa skal. Lýs hvar tú er og fert, lýsa nú bjart tað skal. Lýs hvar tú er og fert, lýsa nú bjart tað skal, lýsa skal, lýsa skal, lýsa skal Lýs til tú Jesus sært, lýsa nú bjart tað skal. Lýs til tú Jesus sært, lýsa nú bjart tað skal, lýsa skal, lýsa skal, lýsa skal. Mær kærur sunnudagsskúlin er, og syngja dámar mær. Men eitt meg tyngir, og tað er øll tey, eg sakni har. Eg vóni, Harrin nýtir meg, tað er mítt mál og mið. Eg veit ein song, sum dregur tey, lurta, og lær hann við. Niðurlag: Far út á gøtur, nýt allar løtur, við kærleika tú tey vinn. Sig, hurðin opin stendur, fá tey at koma inn. Eymliga tosa, syng so og brosa, vís teimum kærleikan. Men halt bert so trúliga á, lat Harran dýrdina fá. Um ei í sunnudagsskúla tú vilt koma, eitt er vist. Ein dag tú síggja, sanna skalt, at nógv tú hevur mist. Um ein dag tú vilt Harran sjá, so byrja nú í dag. Kom, hoyr um Jesus, trúgv á hann, tín sál skal verða glað. Egið lag. ella So lukkuligt tað barn, av hjarta siga kann: ?Eg trúgvi, Jesu dýra blóð til frelsu mína rann?! So lukkuligt tað barn, ið hoyra vil Guds orð, sum trýr Guds evangelium og velur vísdóms spor! So lukkuligt tað barn, ið tíðliga læra kann! Guds vilja gera fram um sín og altíð æra hann! Tann lukka ognist mær! Tann lutur verði mín! Eg trúgvi, Jesus, nú á teg, eg gevi meg til tín! Særdur fyri meg, særdur fyri meg, negldur á krossin og særdur fyri meg. Burtur er syndin og fríur varð eg, einans tí Jesus varð særdur fyri meg. Doyði fyri meg, doyði fyri meg, Jesus á krossinum doyði fyri meg. Bar syndabyrðina, loystur varð eg, einans tí Jesus leið deyðan fyri meg. Reis fyri meg, reis fyri meg, Jesus úr grøvini reis fyri meg. Frá deyðabroddinum frígjørdur eg, einans tí Jesus reis upp fyri meg. Livir fyri meg, livir fyri meg, livir í Himli til besta fyri meg. Leiðir, varðveitir meg á Sínum veg, einans tí Jesus nú livir fyri meg. Tekur meg heim, tekur meg heim, kemur skjótt aftur og tekur meg heim. Á, hvør ein gleði Hans ásjón at sjá, Hann tá í ævir mín lovsong skal fá. Tá loftið, tað er stjørnuklárt og nógvar litir ber, eg takki Gudi, tí eg veit sálm sannur er: Niðurlag: ?Alt hválvið ber boð um handaverk Guds!? hvør undurfult, men so satt. Má eisini lív mítt vitna um teg. Gud, lær meg at liva rætt! So yndisligt hvørt lítið kykt ímillum blómur fer. Ei torført er at síggja, at sálm sannur er: So undurfult hvørt vár, tá alt í nýggjan búna fer, tá syngur hjarta mítt, tað veit sálm sannur er: Táið hann kemur, táið hann kemur at savna sínar skattir, síni elskaðu, dýrtkeyptu børn í sín favn. Niðurlag: Tá sum stjørnurnar føgru tey har við hans høgru skulu skína í ævir og prísa hans navn. Sínar skattir, sínar egnu, teir elskaðu, reinu, skal hann savna sær inn í ta himmalsku havn. Øll tey børn, sum sín Frelsara kenna og elska, eru skattirnir, sum hann skal taka í favn. Tað er gott at eiga Jesus, nú tú ungur er, í tí ljósu, glaðu barnatíð, áðrenn syndaeitrið sleppir inn og skaða ger, hvíla Jesu eymu ørmum í! Niðurlag: Tað er gott at eiga Jesus, nú tú ungur er, og at tala um hans dýra navn. Tá so barnatíð og barnaspæl frá okkum fer, hvílir sálin í tí tryggu havn. Tað er gott at lýða Jesus, nú tú ungur er, og at kenna tá hans søta frið! Tá ið sinnið fyrst av synd og vantrúgv markað er, tá er tungt og trekt at venda við. Gott er Jesusi at tæna, nú tú ungur er, til hans akrar skunda sær avstað! Hvussu lítið enn tað er, ein fyri Jesus ger, vil hann hundrað ferðir løna tað. Tað er gott at vænta Jesus, nú tú ungur er! Skjótt hann kemur, tekur síni heim. Hann skal gleða síni elskaðu, ið grótu her, og ein hvítan klædning geva teim. Egið lag. ella Tað er nakað í Himli hjá børnum at fá, tey, sum elska sín frelsara her; bæði krúnur og gullhørpur fáa tey tá og ein klædning, sum snjóhvítur er. Niðurlag: Har er nakað at fá, har er nakað at fá, har er nakað hjá børnum at fá; í tí himmalska stað eru øll altíð glað, har er nakað hjá børnum at fá. Tey á gullgøtum ganga og syngja so glað, millum einglar í ljósinum har; Jesus sjálvur er hjá teimum, minnist til tað, hann, sum syndir og straff teirra bar. Har við borðið hjá Gudi, har sita tey øll, fáa nýtt vín og livandi breyð; Harrin Jesus er ljós í tí himmalsku høll, eingin pína er har, eingin neyð. Ja, tey fáa sær vatn av tí livandi flóð, eta fruktir av lívstrænum við, og um Jesus tey syngja eitt gleðiligt ljóð, og hann gevur teim ævigan frið. Undurfult ljós á mínum veg, hvar enn mín fótur steig. Himmalska kelda leskandi, sum rann á míni leið. Niðurlag: Undurfult ljós, sum gerst størri hvønn dag, leiðir meg heim til hin himmalska stað. Livandi breyð, sum mettar meg sum manna Himli frá. Leiðari mín, sum upp um skýggj hvønn dag meg letur sjá. Harri, meg lær at skilja rætt tann vísdóm, sum her er, einfalt at trúgva tíni rødd, sum barnahjarta ger. Choruses Vit lesa um ein lítlan mann í forðum einaferð, sum visti, tó hann ríkur var: ei gull tað besta er! Niðurlag: Á jú, mín vinur, tað er satt: ei gull tað besta er! At vita, at tín sál er frelst, tað mangan betri er. Og so ein dagin frætti hann: ?Ein maður er á ferð, sum ikki eigur gull, men tað, ið mangan betri er.? So klívur hann upp í eitt træ, sum tætt við vegin er, at síggja hann, sum meir enn gull til mannasálir ber Og Jesus kemur gangandi og steðgar síni ferð; ?Kom niður!? sigur hann, ?í dag hjá tær mítt tilhald er.? Sakeus fekk at kenna tá, hvat Jesus við sær ber; ei fekk hann gull, men hann fekk tað, ið mangan betri er. Vit prís til Harran syngja og lata røddir ringja og takka í dag. Særd hjørtu kunnu grøðast og tyngdar sálir frøast, av songi ikki møðast við gleðilag! Vit prís til Harran syngja, ei byrðar lata tyngja og takka í dag. Tann burtvilsti varð funnin, til heimið aftur vunnin, fekk nýggjan song í munnin eitt gleðilag. Vit savnast aftur í títt navn, sum sjálvur tú oss beyð. Vit vita, at tú elskar børn og fegin frelsir tey. Á, signa sjálvur tú títt orð til okkara í dag, og lat tey ungu hjørtu upp, so at tey skilja tað! Á, sum eg elski Jesu navn, á, sum eg elski Jesu navn, á, sum eg elski Jesu navn, á fold tað dýrast er. Á vegnum hvønn dag til Himmalsins stað mót ævigum londum eg ferðist. Alt stríð endað er, tá lokin er ferð, og har skal eg síggja Jesus. Bið hann koma og hjálpa, ugga, styrkja og verja! Jesus skal ikki sýta, hann svíkur teg ei! Ljómur og Lag ?Eg eri vegurin, sannleikin, lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við mær.? Svaraði Jesus Tummasi, svarar Harrin tær og mær. ?Eg eri vegurin, sannleikin, lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við mær.? Eg frelstur eri og veit tað, á ja, eg veit tað, við vissu veit tað. Av náði Guds eg kann siga, at sál mín, hon er frelst. Ljómur og Lag Eins og hønan veingir breiðir yvir ungar sínar her. Harrin Jesus ynskir verja, og í kærleika tað ger. Milt Hann rópar: ?Kom nú til Mín, eg vil varða teg hjá mær.? Men í hesum góðu døgum, hvat fær hann til svar frá tær? Fet um fet, á hvørt stað Jesusi eg fylgi. Hond í hond dag um dag honum fylgi eg. Um eg detti, er hann nær, tekur fast í hond á mær. Ja, fet um fet, dag um dag honum fylgi eg. Glaður, glaður; syngjandi hvønn dag ferðist eg avstað. Glaður, glaður, glaður í Guds stóru frelsu. Gud heimin elskaði, Hann gav sín egna son at doyggja trænum á, eg frelsu, frið kann fá. Hann aftur koma skal at taka meg til sín. Undurfulli vinur mín! Guds kærleiki er ævigur, og hann elskar júst meg! Um vandar hótta mína sál, tó hann elskar júst meg! Hvønn dag hann er við á ferð hóast bylgjubrot. Guds kærleiki er ævigur, og hann elskar júst meg. Gud sólina at skína fær, Gud regna letur við, Gud grógva letur grasið grønt, hann veitir sannan frið. Gud øllum hevur eygu við um dalar og um fjøll. Hjá okkum nær hann altíð er hann elskar okkum øll! Hann er mín songur, mín gleði. Gud mín og Harri er Hann. Jesus, í Tínum hondum eg æviga hvílu fann. Hann lyfti meg upp, ja upp, føst gjørdi míni stig. Hann lyfti meg upp, ja upp, at ferðast Gudi við. Hann lyfti meg upp, ja upp, mót Himli leiðin ber. Hann lyfti meg upp, ja upp, har lívið ævigt er. Hann svíkur ei, á nei, á nei, hann svíkur ei, hann svíkur ei. Hann hjálpa kann í sorg og neyð, hann trúgvur er í lív og deyð. Hvør kann venda nátt til dag? Jesus, bara Jesus, føða bæði fólk og fæ? Jesus, bara Jesus! Hvør kann grasið grógva fá, stilla storm, sum herjar á, meg frá syndum reinan tvá? Jesus, bara Jesus! Des-as. Ja, hann fatar alt, hann vil leiða teg, kallar eftir tær: Hvíl teg her hjá mær. Alla tína framtíð trygt tú leggja skalt í hans kærleikshendur Jesus fatar alt. Jesus biður okkum lýsa lýsa fyri seg; eins og smáir kyndlar í svørtu náttini. Heimurin er allur myrkur øll tey frelstu tí lýsa mugu bjart hesum stutta lívi í. Jesus er besti vinur barnanna, Jesus er besti vinur barnanna, altíð er hann hjá mær, aldri fer hann frá mær, Jesus er besti vinur barnanna. Jesus hann svíkur ei, svíkur ei, svíkur ei, Jesus hann svíkur ei, nei, nei, nei! Hann frelsir enn í dag, enn í dag, enn í dag, hann frelsir enn í dag, ja, ja, ja! Jesus leiðin er, hin eina leið, eymt Hann á teg kallar, kom nú, drála ei! Komið, dreingir, gentur, svarið eingin nei! Ja, Harrin Jesus er hin eina leið! Jesus meg elskar, tí gleðist eg, hann elskar meg; Jesus meg elskar, tí gleðist eg, Jesus, hann elskar meg. Jesus varðveitir meg, gjøgnum sólskin og skugga, Jesus varðveitir meg! Lít bert á hann, lít bert á hann, lít bert á hann nú! Hann teg frelsir, hann teg frelsir, hann teg frelsir nú. Sólskin, sólskin, sólskin eigi eg, sólskin, sólskin allan lívsins veg. Síðan Jesus fann meg, gav mær frið frá sær, eigi eg hans kærleikssólskin djúpt í mær. Tá Jesus í hjarta mítt kom, tá Jesus í hjarta mítt kom, gleði, ljós fylti tað, ja, mín sál, hon varð glað, tá Jesus í hjarta mítt kom. Tel Guds gávur, bæði smátt og stórt, tel tær, skoða tað, hann hevur gjørt! Tel Guds gávur, bæði smátt og stórt, síggj við undran tað, sum Harrin hevur gjørt! Ljómur og Lag Tí av náði eru tit frelst, við trúgv, við trúgv og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, tað er gáva Guds. Ljómur og Lag Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Tvær smáar hendur til Harrans virki, tunga, sum lovsong syngja kann, føtur, ið ganga Harrans vegir, eitt lítið hjarta, sum elskar hann. Ljómur og Lag Um tú við munni játtar, at Jesus Harri er, og teg við Gud nú sáttar, og trýrt, ið hvussu fer, at Hann frá deyða reis upp Harran Jesus Krist, tú frelstur skal tá verða í ævir fyri vist. Undurfulli Jesu kærleiki, undurfulli Jesu kærleiki, á, kærleikans hav. So høgur, tú nært ei upp um hann, so djúpur, tú nært ei undir hann, so víður, tú nært ei út um hann, á, kærleikans hav. Undurfult, undurfult, navnið Jesus er, frelsir meg, leiðir meg og meg uppi ber. Vegurin, Sannleikin, Lívið hjá mær ver! Undurfult er navnið títt IMMANUEL. Úr suðri og úr norð', so sigur Harrans orð, tey frelstu savnast einaferð um Harrans ríka borð. Tí glað vit fram nú ferðast mót hesum gylta stað, sum einki oyra hoyrdi um, ei eyga hevur sæð. Vel vinin besta og lat hann vera tín leiðara gjøgnum lívið her. Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera ígjøgnum lívið alt, til sólin undir fer. Faðir, takk fyri alt, í Jesusar navni, amen! Faðir, vit takka tær, Faðir, vit takka tær, Faðir í Himli, vit takka tær. Signing øll og gáva, av Himli send hon er; gev Gudi tøkk, gev Gudi tøkk, og honum lov fram ber! Vit takka úti, vit takka heima, at siga takk má eg aldri gloyma, á góði Gud, eg vil takka tær fyri hvørja gávu, tú gevur mær. Vit tær, Faðir, siga takk, tú, sum gávur hevur, alt, vit njóta, er frá tær, ríkliga tú gevur. Mær er sagt um eitt land handan ellinnar band, um eitt sálanna heim, sorg ei nær, Jesus bygt hevur tað, hetta himmalska stað, eingin eldist í landinum har. Eldast skal ei nakar har, nei, í tí landinum eldast vit ei, eldast skal ei nakar har, nei, í tí landinum eldast vit ei. Og í heimstaðnum hátt einki ilt finst, bert gott, tí vit búgva har Jesusi hjá, syngja glað til vár Kong prís og fagnaðarsong, eingin doyr har, vit eldast ei tá. Tá várt stríð endar her, vunnin lívskrúnan er, og hvør sorg og hvør pína er grødd, samfeld tøkk ljóða skal frelstum frá uttan tal, og til Jesus skal tóna vár rødd. Orð og lag: James Cleveland Moore (Amer.) Týtt: Flóvin Tyril Es-es. Gud elskaði ta falnu verð, í synd og misgerð deyð; so dýrt hann henni frelsu vann og frítt av náði beyð. Niðurlag: Undurfulli kærleiki, Guds kærleiki til mín! Til deyð og dóm á Golgata hann sendi Sonin sín. Eg leit á hann og eigi tí, tó mangt mær forða kann, ígjøgnum sár hans sálarbót og frið við trúgv á hann. Til tín er kallið, gleð teg sál! Tí Gud skal geva tær so vissa vón um Himmalin, sum vart tú longu har. Um sigur yvir Satans mátt hin frelsti syngja kann; tó máttleys sjálv, vit sigur fá ígjøgnum hann, sum vann. Mrs. Stockton, ( Danielsen týddi Kom til Jesus, tú bundna, tú fátæka sál, sorgtung og líðandi við! Legg við Frelsarans fót tínar byrðar og alt! Jesus vil geva tær frið. Niðurlag: Frið, sælan frið, fullkomnan frið, Jesus vil geva tær frið! Tú sál, sum ei kennir til gleði ella hvíld: Jesus, vil geva tær frið! Kom til Jesus, á kom! Her er náði til tín, pínandi bróst fær her grið; eina kom, sum tú ert, set títt álit á hann! Jesus vil geva tær frið. Kom til Jesus, á, kom! Her krevst einki av tær, Jesus tók skuldina við! Og hans deyði á krossi er frælsisbræv títt Jesus vil geva tær frið. Kom til Jesus, á, kom! Millum lívið og teg er bert eitt einasta stig; og hvør stór enn tín synd og tín sorg vera má Jesus vil geva tær frið. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Ein hurð til Himmals opin er, og orðið vegin vísir til krossin, sum vár Harra ber; har náðin fría lýsir. Niðurlag: Á Harri, stór er miskunn tín! Hin hurð er latin upp til mín, til mín, til mín, er latin upp til mín! Hin hurðin øllum opin er, sum eftir frelsu leita; ei útistongdur verður her tann, sum á Gud vil heita. Um Satan goysir eld, far inn, nú opin hurðin stendur! Tak krossin upp, og kransin vinn, gríp trúarvápn í hendur! Við Jordans á vit leggja av tann kross, vit máttu bera, og grípa kransin, Harrin gav, og glað í ævir vera. Lydia Baxter(Amer.), ( Danielsen týddi). Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus, sum doyði fyri teg? Til at bjarga tær frá deyða hann gekk hin tunga veg. Á sál, so sorgarbundin, hann spyr: Nær kemur tú? Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus? Á, hvat verður svarið nú? Niðurlag: Hvat verður svarið nú? Hvat verður svarið nú? Vilt tú ei trúgva á Jesus? Á, hvat verður svarið nú? Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus? Minst, tíðin fer við hast! Ver kvikur, tí náðihurðin, so skjótt kann verða læst! Í aldur og í ævir hvør álvarsamt steðga tú! Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus? Á, hvat verður svarið nú? Á, minst tó til Harran Jesus, ta neyð og kvøl, hann leið! Fyri tíni sál at bjarga í deyðans dal hann steig. Hví vilt tú drála longur! Hvat meiri krevur tú? Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus? Á, hvat verður svarið nú? Nathaniel Norton (Amer.), øld. ( Danielsen týddi) Hevur tú ei rúm til Jesus, hann, sum syndir tínar bar? Nú hann bankar á títt hjarta, hvat fær hann til svar frá tær? Niðurlag: Rúm til Jesus, rúm til Jesus! Svara skjótt og kallið lýð! Lat á víðan vegg upp dyrnar drála ikki! Enn er tíð. Rúm til spæl og rúm til arbeið; men til hann, teg elskaði, einki rúm í tínum hjarta, tó hann doyði fyri teg? Hevur tú ei tíð til Jesus, hann, sum kallar nú í dag? Nú, júst nú er tíð at svara, men í morgin hvør veit tað! Gev nú tíð og rúm til Jesus! Náðistundin endar brátt; skjótt skal eingin rødd teg kalla í tí tungu, døpru nátt. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi) Tú sál, í myrkri sokkin, sum leingist ljós at sjá, kom, trúgv, at hann er mentur, og ljós tú tá skalt fá! Niðurlag: Á, hygg á Jesus eina! Tað gevur sálum vón; kom, trúgv, at hann er mentur at geva blindum sjón! Hans eyma hjarta tykti jú synd í fólkinum, og hann er enn hin sami, tó nú í Himlinum. Hann biður teg at trúgva: Kom, sál, og lít á meg! Guds milda Anda leingist til hann at leiða teg. Kom nú! Tí nú er stundin, tá frelsa býðst tær til; kom, sum tú ert, til Jesus og sig: Eg veit, hann vil! Julia Johnston, (Jákup Olsen týddi). Hoyrið, hvussu Jesus øllum býður, talar milt til hjørtu, troytt og móð, kallar á ta friðarleysu mannfjøld, søtari enn einglaljóð! Niðurlag: Tann, ið koma vil til mín, tann, ið koma vil til mín, tann, ið koma vil til mín, skal eg aldri koyra út! Arma sál, sum tungar byrðar níva, gleð teg, her er frelsa stór og frí! Hjá tær stendur hann, sum væl kann bera bæði teg og alt títt stríð. Her er lívsins vatn at fá, tú tysti, maktarleysi, her er vín og breyð! Ei tín góðska rørdi Harrans hjarta, nei, tín stóra, djúpa neyð! Tann, sum kemur, fallin, blindur, sligin, setur seg við Harrans ríka borð, trýr á Jesu dýra blóð og deyða, hann skal sanna hesi orð. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Kristus frelsir til fulnar, undurverk hann ger í dag, vón hann vónleysum veitir og ger syrgin hjørtu glað. Tú, sum onga sanna gleði fann, drála ei í dag, men kom til hann, minst, at Kristus eina teg til fulnar frelsa kann. Kristus frelsir til fulnar, birtir ljós í sál og sinn, lívið byrjar av nýggjum, har sum Jesus kemur inn. Alt eg søkti, eg í honum fann, alt tú vinnur við at velja hann, minst, at Kristus eina teg til fulnar frelsa kann. Øssur Berghamar, Á, hoyr hin glaða boðskap, sum ljóðar fjart og nær, at fulla, fría frelsu hvør syndari nú fær! Tað er hitt sannleiksorðið: Hvør sál skal frelsu fá, sum trúgva vil á Jesus og kallar navn hans á. Niðurlag: Hvør og ein, sum kallar, hvør og ein, sum kallar, hvør og ein, sum kallar á hans navn, frelsast skal. Tit sálir, tit, sum ganga í synd og myrkri her, enn náðiljósið skínur í hesi myrku verð! Nú opna hjartað, vinur, og tú skal kenna fá, at eingin fer fortaptur, sum kallar navn hans á! Tit troyttu, tyngdu hjørtu, sum stríða, strevast enn, á, nú er tíð at gevast, kom, trúgv, og frelsu kenn! Kom, trúgv á navnið Jesus! Tað er hin trygga havn; tí hvør og ein skal frelsast, sum kallar á hans navn. Julia Sterling (Fanny Crosby (Amer.), ). (Jákup Olsen týddi). Eg síggi í trúnni landið ljóst, har sorg ei níva skal mítt bróst; hin troytti har frið og uggan fær, Guds børn eiga øll ein bústað har. Niðurlag: Kemur tú, kemur tú við til hitt friðarins land við mær? Kemur tú, kemur tú við til hitt friðarins land við mær? Hitt fagra, hitt ljósa, glaða land, av synd tað aldri myrkjast kann, tær skínandi hallir skyggja har í gulli, so langt, sum eygað sær. Tað er, sum eg hevði longu sæð ta dýrd, ið fyllir hin gylta stað, hans glitrandi ljós og lívsins á, og trøini vaksa ánni hjá. Mær tykist at sjá tey frelstu við av øllum fólkum eitt fagurt lið í skínandi skrúði standa fró og hevja eitt ævigt sigursljóð. Hin glitrandi staður, høllin dýr er heim mítt, har mín Faðir býr, og sál mín fer skjótt til henda stað at hvíla í ævir loyst og glað. ( Danielsen týddi). Vilstur í toku, veikur og troyttur, armur og eina, tú veitst tær ei veg hoyr, hvussu hirðin, mikil í miskunn, eymur í náði nú kallar á teg! Niðurlag: Talar til tín, talar til tín, Jesus, hann talar: Kom nú til mín! Talar til tín, talar til tín, hirðin so eymliga talar til tín. Vilstur á fjøllum, hví vilt tú fjakka? Vónloysið dapurt nú dimmir tín veg; steðga nú, vinur! Flýggja úr vanda, júst meðan hirðin nú kallar á teg! Flýggja úr trældómi Jesus tær hjálpir, lít tú á hann, hann skal vísa tær veg! Ómálda náði, kærleikans undur: Enn stendur hirðin og kallar á teg! Grace Frances (Fanny Crosby (Amer.), ). ( Danielsen týddi). Ber tína synd nú til Kristus, ber tína byrði av sorg, drekk av tí grøðandi keldu, leita tær skjól í tí borg! Niðurlag: Jesus er nær, skunda tú tær, vága ei sálina, drála ei har! Jesusi leingist at frelsa, sjálvur hann synd tína bar. Kom, sum tú ert, nú til Kristus! Enn, enn hann bíðar tær her; hvat, um tín synd er sum skarlak! Snjóhvíta hann hana ger! Hetta er Frelsarans lyfti: Teimum, sum trúgva á meg, einfalt á orð míni líta, lív, ævigt lív gevi eg. Kom nú til hann og verð frelstur, tak við tí friði, hann ber! Yvir ta sál, sum vil koma, gleði í Himlinum er. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Hvar fert tú, hvar fert tú á, svara nú mær hvønn veg liggur leið tín, hvar ætlar tú tær, hvat virkar tú fyri á foldum? Hvat talar og hugsar tú, hvat er títt stríð, og hvør er tín tráan ta stokkutu tíð, til kaldur tú liggur í moldum? Minst, týdningarmikið er hetta, tí brátt er lívið at enda, og niða og nátt tær bíðar, um Gud tú ei kendi! Tú steðga og hugsa, ger skjótt tað, tú gert, ver vísur í, at ikki hagar tú fert, sum ei er á neyðini endi! Minst til, at um heimin tú hevur til Gud, so eigur tú hann sum tín einasta lut og síðani Helvitis pínu! Men søkir tú Jesus, tú vita skalt tað, at Jesus teg elskar, hann stendur í dag og spyr eftir sálini tíni. Bert eitt varir um, royn at fata tað, tú! Mót hesum alt annað, sum lokkar teg nú, er hálmur og øska og einki: At eiga í hjarta og samvitsku ró, at kenna hitt bjargandi, reinsandi blóð, sum loysir úr myrkursins leinkju. Tú einaferð fara mást foldini frá, og um tú ei kennir tín Frelsara tá, hvør skal tá tín hjálpari vera! Kom, trúgv tí á Jesus, sum frelsa teg kann, tú kenn tína neyð, at tær tørvar júst hann, ið frían frá synd teg kann gera! ( Danielsen týddi). Ein er, sum teg elskar, bíðar eftir tær, slíkur trúgvur vinur eingin annar var; vend tær ei frá honum, lat upp dyrnar nú! Dag um dag hann bíðaði hví bíðar tú? Niðurlag: Ein er, sum teg elskar, tak mót honum nú! Leingi hann tær bíðaði hví bíðar tú? Náðifult hann kallar, ei hann frá tær fór, hann skal fyrigeva, um tín synd er stór; hoyr hann! Vend tær til hann! Hann teg reinsar nú; enn í náði bíðar hann hví bíðar tú? Enn, enn Jesus bíðar; sál, hvat forðar tær? Í hans náðiarmar nú við skundi far! Kom í trúnni eina! Hann skal frelsa nú; enn við dyrnar bíðar hann hví bíðar tú? Ayres. ( Danielsen týddi). Torir Jesusi tú fylgja? Hetta spurt so mangan er; hoyr tó nú ein annan spurning, sum mín songur til tín ber: Torir tú at vraka Jesus, tá ið hann nú býður tær frið og náði, fyrigeving, stað í Himlinum hjá sær? Torir tú at velja deyðan? Gud tær býður lív frá sær; torir tú at lata Jesus venda sær við sorg frá tær? Torir tú at venda bakið til ta hjálp, ið Gud tær beyð, og við opnum eygum renna inn í endaleysa neyð? Kanst tú halda á at droyma um eitt lív í lukku her? Kanst tú halda á at gloyma, hvussu tóm tann lukkan er? Ríkidømi ongan gleðir, lívsins rósur følna brátt, og tú ert á deyðans sjógvi eins og vrak í ódnarnátt. Vilt tú vága uttan Jesus liva lívið her á fold, uttan Gud og uttan vónir fara í ta svørtu mold? Minst, at um á jørð tú vrakar Jesus sum tín Frelsara, skalt tú hann við ræðslu síggja einaferð sum dómara! George Root (Amer.), ( Danielsen týddi). Heldur akker títt, tá ið stendur á, tá í stormi reisir seg bylgjan blá, og tá streymur fossandi fer avstað, liggur skip títt tá, ella drívur tað? Niðurlag: Vit eiga akker, sum lítist á, botnfast og trygt, er enn bylgjan há; lyftið stendur fast, um alt annað fer: Tann, ið trýr á Sonin, hann frelsur er! Tað er sterkt og gott, tað kann lítast á, tað kann væl mót stormi og streymi stá, eingin ódn kann slíta tey tog so sterk, einki svíkja kann, alt er Harrans verk. Og tað svíkur ei, tá ið neyð er á, tá ið grunnbrot boðunum siga frá; um í broddi bróta tey krøppu brot, liggur skip várt trygt, sum ei hoyrdist lot. Enn í deyðans streymi tað svíkur ei, á tí síðstu døpru og tungu leið; um so náttin svørt okkum fjala skal, tó várt akker heldur, vit liggja væl. Tá so dimmið lættir, og kvirt er hav, tá vit eru har, sum alt stríð er av, har ei stormar ýla, ei bylgjur slá, har ið lívsins ódn okkum ei kann ná. Priscilla Owens, ( Danielsen týddi). Tey siga mær, søgan er gomul og kend, siga: Talið tó nú okkurt nýtt! Tí orðið um krossin er ov lítið nú, nú ið kunnskapur røkkur so vítt! Niðurlag: Aldri gomul hon er, aldri gomul hon er, talað øld eftir øld, talað ferð eftir ferð; har deyði og synd hava óbrotið vald, er søgan um Jesus ei nóg mangan tald. Jú, søgan er gomul, sum sólskinið er, men tó nýggj hvønn ein morgun sum tað; hon kveikir sum sólin í heiminum ljós, ger í sálunum alljósan dag. Hvør lyftir hin vónleysa syndaran upp uttan Jesus, sum leið fyri hann? Og hvør veitir troyst í tí seinastu stund uttan hann, sum av deyðanum vann? Tí venda vit frá teimum vísu við sorg til teirra, sum eru í neyð; hjá teimum hin søgan ei gomul er enn um Jesus, hans kross og hans deyð. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). G-d. Hygg á Jesus, troytta sinn, hygg og liv, hygg og liv! Hygg á hann og lívið vinn, hygg og liv! Síggj hann doyggja deyða tín, hygg og liv, hygg og liv! Hoyr hann siga: Kom til mín! Hygg og liv! Niðurlag: Hygg á hann á krossinum, hygg á hann í orðinum, flýggja undan deyðanum, hygg og liv! Troytta sál, sum syndin vann, hygg og liv, hygg og liv! Gloym nú teg, men hygg á hann, hygg og liv! Trælkar Satans megi teg, hygg og liv, hygg og liv! Jesus sigur: Hygg á meg! Hygg og liv! Ert tú vilstur langt av leið, hygg og liv, hygg og liv! Sig nú ei til kallið nei, hygg og liv! Jesus rópar, hoyrir tú? Hygg og liv, hygg og liv! Hvør, sum vil, kann koma nú, hygg og liv! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Hví standa við dyrnar? Hví fara avstað við byrðini, hjarta títt ber? Hví standa við dyrnar? Kom inn nú í dag! Tín Frelsari bíðar tær her. Niðurlag: Nú, kom sum tú ert! Ta byrði, tú bert, tók Jesus og legði á seg; hví standa við dyrnar? Kom inn nú í dag! Kom, náðin er frí fyri teg! Hví standa við dyrnar? Kom, leita til hann, tann læknan, sum altíð veit ráð! Kom, drekk av tí keldu, úr sárum hans rann, og heilsu skal sál tín tá fá! Hví standa við dyrnar? Ger álvara av, og nem við hans klæði í dag! Tak móti tí æviga lívi, hann gav, hoyr orðið og lít nú á tað! Hví standa við dyrnar? Ei lívd fært tú har; men Jesus skal vera títt skjól; kom inn nú, og lýsa hon skal fyri tær, hin æviga himmalska sól! Frank Gould (Fanny Crosby (Amer.), ). ( Danielsen týddi). Á kvøldartíð ein vinur stillur stendur og bankar á tíns hjarta stongdu dyr; hann stendur enn, hann ei sær frá tær vendir, hann bankar enn í dag sum ofta fyrr. Hvør er hann, sum ei nakað stríð man skýggja, sum bankar enn og ikki frá tær fer, og helst á løtum, tá tú greitt manst síggja, at alt so tómt og gleðileyst er her? Hvør er tað? Á, tað signað er at siga: Tað Jesus er, sum førdi tína sak! Hann niður til várt myrkur vildi stíga at frelsa tað, sum var av synd eitt vrak. Trong var tann leið, sum her hann mátti ganga; vár synd, vár straff, alt fell á hann í senn, til hann á krossi deyður mátti hanga; tó, deyðan vann hann, og hann livir enn. Av kærleika til tín hans hjarta brennur, hann vil teg frelsa nú, tí bankar hann; og um ei her tín Frelsara tú kennir, ei allar ævir sál tín frelsast kann. Lat upp, mín vinur, nú, og lat hann stíga í hjartað inn og altíð búgva har! Hann teg frá tínum syndum brátt skal fría og sannan frið og gleði geva tær. Abraham Grimstvedt (Noreg), (Jákup Olsen týddi). Opið Guds elskandi hjarta man standa, enn finna syndarar opnan hans favn; hví vilt tú longur tá drála í vanda, tá tú kanst ankra í tryggastu havn? Orkar tú longur í syndini liva, tá ið tú bjarging og frælsi kanst fá? Vilt tú enn bera hin nívandi iva, tá tú í trúnni kanst trygdina ná? Monnum til frelsu varð Jesus jú givin, okkara synd hann á krossinum bar, har hann til síðst var so hagreiddur blivin, at ikki menniskjum líkur hann var. Skálina beisku at botni hann tømdi, okkara skuldarbræv kvittaði hann, lívið læt dómarin fyri tey dømdu, við sínum deyða hann lív okkum vann. Komið tí sálir, ja, syndarar armir! Dupult fæst her fyri brek, fyri brest; sár kunnu grøðast, og stillast kann harmur, leinkjaða likam kann her verða leyst! Er tað tá beint, at tú longur vilt vera, har sum tær halda tey hindrandi bond? Jesus teg frían og reinan skal gera, alt verður bøtt av hans frelsandi hond. Jesus, mín trúfasti Harri og Kongur, øllum tú vanst mær, eg taki ímót! Ei vil eg tærast av ivanum longur; tú hevur lovað at leiða mín fót. Heldur sítt bróstabarn gloymir ein móðir, enn at títt hjarta er stongt fyri mær. Tí kann eg syngja so glaður og fróur: Fuglurin frelstur úr snaruni varð! Magnus Malmstedt (Sv.), (ør. ). Falck, (ør. ). (Jákup Olsen týddi). Hvat var verðin uttan Jesus! Hon av Gudi bannað varð, og um ikki hann varð føddur, enn sín deyðadóm hon bar; hon tá, stødd í hjálparloysi, var eitt myrkur uttan ljós, sum eitt skip í ódnarveðri uttan kumpass, uttan kós. Hvat er lívið uttan Jesus! Tað er tómt og myrkt og kalt; Alt hitt góða her á foldum er við honum burtur fjalt, uttan hann er eingin gleði, eingin hjálp í trongd og neyð, eingin trygd og eingin friður. Eingin vón bert grøv og deyð. Vinur, ert tú uttan Jesus? Verð ei longur uttan hann! Alt tað, sum er vert at eiga, eina hann tær geva kann; vilt tú verða fríur, sælur, bæði nú og alla tíð, tak ta frelsu, hann tær býður! Ger tað nú, og kallið lýð! Æra, prís og tøkk til Jesus! Hann leið straff og dóm og deyð fyri teg og meg at loysa út úr vanda, sorg og neyð. Hann, sum kom við boð um hvílu til ta sál, ið byrðar ber, hann, sum forðum fallin reisti, enn í dag hin sami er. Jákup Olsen, So sum er eri, komi eg, títt blóð er runnið fyri meg, tú býður mær mær, tí komi eg eg komi nú, Guds Lamb! Niðurlag: Eg komi nú, Guds Lamb, eg komi nú, Guds Lamb! Tú bíður mær, tí komi eg eg komi nú, Guds Lamb! So sum eg eri, syndigur, ja, fallin, blindur, fátækur, at verða reistur, reinsaður eg komi nú, Guds Lamb! So sum eg eri náði tín er størri enn øll armóð mín, í míni sár tú letur vín eg komi nú, Guds Lamb! So sum eg eri tú skalt slá hvønn fígginda, meg herjar á, ei nakar dómur meg skal ná eg komi nú, Guds Lamb! Charlotte Elliot (Ongl.), ( Danielsen týddi). So sum eg eri, komi eg. Títt blóð er runnið fyri meg, tú býður mær, tí komi eg, Guds Lamb, eg komi, komi nú! So sum eg eri, ei kann eg, frá syndum mínum reinsa meg, bert blóð títt kann, tí komi eg, Guds Lamb, eg komi, komi nú! So sum eg eri, syndigur, ja, fallin, blindur, fátækur, at verða reistur, reinsaður, Guds Lamb, eg komi, komi nú! So sum eg eri, náði tín, er størri enn øll armóð mín, í míni sár tú letur vín, Guds Lamb, eg komi, komi nú! Charlotte Elliot (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á, kanst tú liva uttan Jesus, tann vin, sum aldri svíkur teg, tó alt á jørð kann doyggja, følna og áðrenn kvøld umskifta seg? Ja, kanst tú gleðast, læa, syngja og ikki kenna Jesu navn, og kanst tú bera dagsins byrði og eiga onga sálarhavn? Býr ikki djúpt í tínum hjarta eitt róp um lukku, frið og ljós, og sært tú ei á mongum stundum, at vónleys er til síðst tín kós? Var ei á tínum bestu løtum, á lívsins føgru summartíð í hjartanum ein longsil eftir tí friði, Guds børn gleðast í? Og kendi tú ei djúpast inni ein tosta, sum ei sløkkjast kann í nøkrum lívsins ljósa dreymi, í nøkrum, sum á fold tú fann? Sig, hoyrdi tú á náttarvøku ei mangan Hirðans eymu rødd: Eg doyði fyri teg at frelsa, lat upp, á sál, so troytt og mødd! Tín tunga, svára syndabyrði, á, tyngdi hon ei mangan teg, og sært tú ei Guds dóm og vreiði, tá Jesus gekk hin krossins veg? Og hevur tú ei skilt tað gjølla, at tú Guds lóg ei halda kann, at øll tín vón í lív og deyða er blóðið, sum á krossi rann? Á, kanst tú liva uttan Jesus? Í honum Gud tín Faðir er; hann grøðir tíni sár og lyftir av tær ta byrði, sum tú ber. Hann stillar hjartans djúpa longsil, og sálin andar frí og sæl, ja, drekkur tú av lívsins keldu, tú aldri aftur tysta skal. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Ein sólin er, sum allar staðir lýsir, eitt ljósið er, sum aldri slókna kann, sum øllum vilstum leið til heimið vísir, sum grøða kann hvønn syndasjúkan mann. Eitt summar er, sum ævigt, ævigt varir so valdi vetur, kuldi, myrkur her! Ein gróðrartíð, sum eingin deyði tærir ein tíð, har aldri sól til viða fer. Ein ungdóm, sum kann aldri, aldri blikna, Guds fólk skal eiga handan grøv og deyð; har aldri nakar eldast skal og vikna, eitt ævigt vár har finna skulu tey. Hvat gagnar tær hin káti fagnaðarsongur og sólarljómin, vársins vón og dýrd! Skjótt dregur syndagleðin ikki longur, skjótt er tín sál í deyðans dimmi stýrd! Men Jesus er tann sól, ið ævigt skínur, hann gevur lív, sum aldri enda fær, hjá honum syndasjúkan, ið teg pínir, skal verða grødd, har friður veitist tær. Mót honum tak, og hann skal allar staðir teg bera, geva ljós í myrka sinn, úr hjarta skulu stíga songir glaðir, hann skal tær bjarga í Guds Himmal inn! ( Danielsen týddi). Pínd undir byrði av synd og neyð sálin í trældómi stríðir; trúgvin, bert trúgvin á Jesu deyð, loysa kann hjartað, sum líður. Niðurlag: Lív, lív, eitt ævigt lív geva tær Jesus kann eina; lív, lív í yvirflóð er í hans blóði aleina! Skelvandi hjarta, hví stríðir tú undir tí, hann hevur borið? Lív í hans deyða tú eigur jú; trúgv á hitt loysandi orðið! Vanvirdur hekk hann hin myrka dag, fá vóru tey, sum hann kendu; hjørtuni mong eru nú tó glað, tí tey til krossin sær vendu. Far tí ei longur tín egna veg fram mót fortapingar landi! Tak móti kallinum: Trúgv á meg! Nú ið teg noyðir Guds Andi! William Leslie. ( Danielsen týddi). Eg við troyttum, særdum hjarta komi, Frelsari, til tín, friðin, gleðina at fáa, sum tú keypti, vanst til mín! Tí eg veit, hvat verðin gevur: Fáfongd, steinar fyri breyð, og nú býður tú mær, Harri, ljós í myrkri, lív í deyð! Niðurlag: Mín Frelsari, eg komi, komi, komi, mín Frelsari, eg komi, eg komi nú til tín. Her við mínum sorgum, syndum, ótta, iva komi eg; boygg teg nú til mín í náði, søkka lat tín frið í meg! Allar byrðar av eg kasti, sál mín troytt av øllum er; tak meg, sum eg eri, Harri, frelsa, friður, lív mær verð! ( Danielsen týddi). Eg eigi Frelsara; fyri mær hann biður, Vin, sum á krossinum synd mína bar; eymt hann í kærleika sær til mín niður á vinur, at hann tín Frelsari var! Niðurlag: Eg ynski teg frelstan, eg ynski teg frelstan, eg ynski teg frelstan, eg biði fyri tær! Eg eigi Faðir; hann hevur mær givið vón fyri ævina, signað og søtt; til hann meg kallar, eg bíðandi livi høvdu vit aftur hvør øðrum tá møtt! Eg eigi frið; stilt sum flóðin hann flýtur; verðin ei kennir hin signaða frið, nei, bert tann sál, sum á Frelsaran lítur vinur, eg vildi, tú átti hann við! Tá tú ert frelstur, so hugsa um hini, sig: Kom til Jesus, hann bjargaði mær! Bið fyri frænda, og bið fyri vini! Minst, at Gud hoyrdi jú bøn fyri tær! Samuel O'Maley Cluff (Írl.), ( Danielsen týddi). Lítið mær restar trúnna at fá, lítið mær restar, vegin eg sá; nú ber mær ikki til, far, gev mær frið eitt bil! Ein annan dag eg vil kalla á Gud. Lítið tær restar kom, kom í dag! Lítið tær restar far ei avstað! Jesus tær nær nú er, hjálp til tín Andin ber, bønir upp stíga her sál, kom, á, kom! Lítið mær restar summarið svann; lítið mær restar heystdagur rann. Nærum ei bøtir teg, nærum bert svíkur teg, nærum skal frelsa teg ov seint, ov seint! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Hoyrt vit hava gleðiboð: Frelsa frí, frelsa frí! Ber tey út, tey boð so góð: Frelsa frí, frelsa frí! Ber tey yvir villa hav, tala hvørjum landi í! Fram! er boðið, Harrin gav frelsa frí, frelsa frí! Syng, har bygjur bróta hátt: Frelsa frí, frelsa frí! Rópa inn í deyðans nátt: Frelsa frí, frelsa frí! Til hvønn eyman syndatræl fram við hesum boðum stíg brátt hin deyði livna skal: Frelsa frí, frelsa frí! Rópa fram um lóg og boð: Frelsa frí, frelsa frí! Við hin troytta tala so: Frelsa frí, frelsa frí! Við ta sál, ið sorgir ber, tala hesi orð so blíð, sig, har vónin burtur er: Frelsa frí, frelsa frí! Fram sum stormur fari tað: Frelsa frí, frelsa frí! Gleðiboð til hvønn ein stað: Frelsa frí, frelsa frí! Ljóði røddir uttan tal, tagni sorg og tunga stríð! Sigurssongur ljóða skal: Frelsa frí, frelsa frí! Priscilla Owens, ( Danielsen týddi). Vinur, á, hvør ert tú sligin! Orðið veg til hjartað fann; fjal ei tína djúpu rørslu og tað tár, av eyga rann! Niðurlag: Verð nú frelstur! Jesus vann; verð nú frelstur! Blóð hans rann; verð nú frelstur! Lít á hann! Jesus boyggir seg nú til tín, eymur, mildur, hoyr hann nú! Lívið læt hann, vann tær friðin, fullan frið og vrakar tú? Vilt tú bíða til í morgin? Kanska eingin morgin er! Kom, kom nú! Tær Jesus bíðar; tak við frelsu nú og her! Nú, nú ert tú boygdur, rørdur, tak tí nú hitt stóra stig! Tak nú, tak í hesum tíma fyrigeving, frelsu, frið! Tá skal einglaliðið bera gleðiboð um Himmalstað, Guds børn her seg skulu frøa, og tín egna sál er glað. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). At royna frelsir ongan, ei hjálp tað veita kann; nei, hygg nú bert á Jesus, og lít nú bert á hann! Tí blóðið, eina blóðið til Himmals legði brúgv, og orðið, sum ber frelsu, er ikki royn! men trúgv! Niðurlag: Tað er ei royn! men trúgv! Tað er ei royn! men trúgv! Bert Jesu verk kann frelsa; tað er ein royn! men trúgv! Tann ísraelsmaður forðum, sum ormabitin var, ei frelsur varð av nøkrum, hann sá og fann hjá sær, Nei, ormurin, upp hongdur, var eina hjálpin har, sum Harrin hevði talað ei royn! men trúgv! tað var. Ja, Jesu verk á krossi er nóg nógv enn í dag, og gerningar og kenslur, tey bøta ei um tað! Tak einfalt móti honum, og sál tín bjargað er! Tí enn eins og í forðum ei royn! men trúgv! tað er. Taylor. ( Danielsen týddi). Hyggið á meg og verðið frelst! Tit fólk av hvørji tjóð, rík, fátæk, hyggið, stór og smá, ung, gomul, ónd og góð! Niðurlag: Hygg, hygg á hann, og verð nú frelst, hvørt troyttað hjarta her! Á, hygg nú, meðan enn tú kanst, hygg, og tú frelstur er! Hyggið á meg og verðið frelst! Hygg nú far ei avstað! Fortaptur, deyður sum tú ert hygg nú í dag, í dag! Hyggið á meg og verðið frelst! Hygg ei á teg, men hann, hygg ei á iva, ótta, synd, á bøn og tár, sum rann! Hyggið á meg og verðið frelst! Hygg, verkið alt er gjørt! Hygg, hygg á Guds krossfesta Son! Alt hevur hann fullført. Mackay, ( Danielsen týddi). G-h. Á hin dýra, glaða søga um Guds stóra kærleika og um, hvussu Jesus doyði og vann lív til okkara, at hann vilsta lambið søkir, at hin deyði lív kann fá lat hin boðskap greitt nú hoyrast, tí hin søgan sigast má! Niðurlag: Hin søgan sigast má, hin søgan sigast má! Hann doyði fyri syndarar, hin søgan sigast má! Á hin søga, dýr og signað, sum av einglum sungin varð, at ein Frelsari frá Gudi nú er føddur tær og mær! Á hin søga dýr um krossin, sum hann leið og bløddi á, um hans deyða og hans uppreisn jú, hin søgan sigast má! Á hin undurfulla søga! Hvørt eitt orð ber lív í sær; tað er vón og lív og frelsa fyri hvønn, tað hoyra fær. Mátti greitt nú fram tað komið, so hin troytti ljósið sá, og hin søkjandi fekk vissu ja, hin søgan sigast má! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Gud hevur elskað heimin so og gav sín eina Son, at hvør tann sál, sum trýr á hann, lív ævigt eigur hon. Niðurlag: Tað er satt, á ja, tað er satt, Guds trúfasta lyfti er satt! Tí eg havi trúð tí og roynt tað, og eg veit, Guds lyfti er satt. Eg bundin var av syndini, og ræðslan helt mær fast, men hetta lyfti náddi meg, og hvør ein leinkja brast. Eg visti, orðið hvør og ein var meint við meg, júst meg; eg trúði honum á hans orð, og ævigt lív fekk eg. Tøkk fyri lívið, tú mær gavst, nú fyllir hjarta mítt; eg syngja skal títt prís, inntil eg síggi andlit títt. Mrs. Morris (Amer.), ( Danielsen týddi). Hvat forðar tær fyri at koma, at koma til Jesus í dag? Hann býður tær náði og frelsu hvat forðar? Sig Harranum tað! Niðurlag: Hvat er tað, hvat er tað, sum forðar? Tú kanst verða frelstur í dag; tín Frelsari stendur til reiðar hvat forðar? Kom, sig honum tað! Um gleði og stuttleiki forðar, hvør skjótt tað at enda alt er! Ver skjótur, ver skjótur at grípa ta gleði, sum ei frá tær fer! Hitt troytta, hitt bivandi hjartað kann leggja seg trygt í hans favn; lít á hann, sum lovar tær frelsu, hans orð er hin tryggasta havn! Hvat forðar tær fyri at koma? Ein ræðsla, sum sigast ei kann? Hans kærleiki er tær nóg mikið, hygg ei á teg sjálvan, men hann! Julia Johnston (Amer.), ( Danielsen týddi). Harrin nú kallar, kallar kallar; lurta nú, sál, hann kallar á teg! Vend tær til Harran, hoyr nú, hoyr nú, far ikki longur hin myrkursins veg! Niðurlag: Jesus teg kallar; hví vilt tú drála! Frelsa kann fáast og fáast í dag; kom nú til Jesus! Hann skal teg frelsa; Kom, sum tú ert, sig kallinum ja! Orðið nú ljóðar, ljóðar klárligt, orðið um frelsu, frelsu til tín; Jesus teg biður, eymur, mildur: Alt fyrigevi eg, kom nú til mín! Harrin enn bíðar, bíðar, bíðar, kallið nú ljóðar, Andin er nær; synd tína stóru, alla, alla Jesus á krossinum fyri teg bar. Ivast ei longur, gríp nú lívið, lýð evangeliið, frelstur nú verð! Náttin, hon nærkast, ævig, ævig, aldri tað aftur at lýsa tá fer. Jákup Olsen, Eymt og í kærleika Jesus enn kallar vinur, hann kallar á teg! Stendur við dyrnar enn tolin og bíðar vinur, hann frelsa vil teg! Niðurlag: Kom heim, kom heim, tú, sum ert troyttur, kom heim! Álvarsamt, eymliga Jesus enn kallar, kallar teg, vinur, kom heim! Hví vilt tú drála, tó Jesus vil biðja? Vinur, hann biður jú teg! Hví koyra frá tær ta náði, hann býður, náði og frið fyri teg? Tíðin, hon rennur, og stundirnar fara, skjótt er ei tíð fyri teg; skuggarnir leingjast, og deyðsongin kemur, Gud skal brátt kalla á teg. Undurfult, stórt er tað, lyftið, hann lovar; vinur, tað er fyri teg! Syndarar skal hann úr bondunum loysa, frelsa og loysa júst teg. Will. Thompson, ( Danielsen týddi). Hoyr, syndari, meðan Gud enn man teg kalla og náðiboð saman við ávaring ber! Hoyr, hoyr hann, at dómur ei á teg skal falla! Tí heystið, tað líður, og summarið fer. Niðurlag: Ja, heystið, tað líður, og summarið fer, ja, heystið, tað líður, og summarið fer! Hvør mangan hann minti teg greitt um tín vanda, hvør mangan í kærleika drigin tú er! Skjótt, skjótt! Lat hann longur ei óhoyrdan standa! Tí heystið, tað líður, og summarið fer. Óhoyrdur og vanvirdur fer hann tá frá tær hvør angist og ræðsla í bróst títt tá sker! Kom, kom tí í dag, meðan enn hann er hjá tær! Tí heystið, tað líður, og summarið fer. Nú skjótt skal mót ævigu náttini skýma, og hitta skal Gud sínar fíggindar her; nú, syndari, nú! Slepp tær undan tí tíma! Tí heystið, tað líður, og summarið fer. Nú, meðan Guds náði enn yvir tær lýsir, lat heimin nú fara og bjargaður verð, trúgv orðinum greiða, sum vegin tær vísir! Tí heystið, tað líður, og summarið fer. Anstey. ( Danielsen týddi). Á, signaða vissa: Øll syndin er rindað við Jesusar blóði, á Golgata rann, tann dag, eg fekk síggja, at eg hevði syndað, ta signaðu vissu hjá honum eg fann. Á, signaða hvíla: Við krossin at ligga er signað og søtt fyri skuldartyngd bróst, hvat enn, ið kann níva, um bert tú vilt hyggja á Jesus á krossinum, verður alt ljóst. Á, signaða frelsa: So dýrt hon er goldin, ja, dómarin sjálvur tók dómin á seg. Ei nakað sum hetta er søtt her á foldum, at Gud elskar syndarar, slíkar sum meg. Á, signaða framtíð: Tað gott er at vita, at ævigur bústaður er fyri stavn. Skjótt kemur vár Frelsari okkum at flyta frá foldini inn í ta himmalsku havn. Á, hugsið um hetta, tit sálir í vanda, sum enn ikki hava Guds tilboð sagt ja; tað eru ei stundir til stillur at standa, um tit ætla við til hin himmalska stað. So skunda tær vinur, tí Jesus enn stendur og rættir mót tær sína bjargandi hond. Ei drála nú longur, Gud Sonin skjótt sendir at heinta Guds børn, ja, tann stund er í nánd. Líggjas á Váli, Á syndari, Frelsarin kallar á teg, og leingi tú lurtaði ei! Hann kallaði, tá alt var gleði og ljós, og tá ið tú syrgdi og leið. Niðurlag: Á, kom, meðan Jesus í náði teg kallar, nú ljósið tú hevur sæð! Tí hvat kanst tú vita, um ikki tú drívur um markið til deyðan í dag! So blint var títt eyga, og oyra títt deyvt, tá hann beyð tær náði og frið; so troyttur tú vart av hans kallandi rødd á, hvat, um hann troyttaðist við! Ja, manga ferð stríddist Guds Andi við teg hvat, um hann fór frá tær í dag, so sál tín í æviga myrkrinum søkk, tó ljósið hon greitt hevur sæð! Á vinur, Guds tolinmóð endar til síðst, og dagurin liðugur er, og tann, sum sær vendi frá kallinum burt, um markið til deyðan tá fer! Virginia Moyer. ( Danielsen týddi). Ein strika bert skilir tó skilir hon teg frá Gudi, frá frelsu í dag; fert tú ei um hana, er sál tín fortapt, tú einaferð sanna skalt tað. Niðurlag: Stíg yvir um markið, stíg um tað í dag, trúgv Gudi, og frelstur ert tú! Kom, boygg teg við krossin, og kenna tú skalt, hann tekur ímóti tær nú! Tú fjakkar, kann vera, í oyðini mørk í myrkri og kulda tín veg; tó, vinur, ein strika, eitt einasta stig bert er millum lívið og teg! Kann vera, tú sært teg sum hjálparleyst vrak, ið rekur til undirgang bert; tó er tað ein strika, eitt einasta stig stíg yvir, og frelstur tú ert! Ja, hevur teg syndin í vónloysi ført, Gud geva skal sál tíni frið; hann sigur: Verð reinur! bert koma tú vilt tað er bert ein strika, eitt stig. Kirk (Ongl.). ( Danielsen týddi). Uttan Kristus, uttan frelsu á, ert tú, ert tú her, sum eitt skip við ongum róðri á teim villu bárum er? Niðurlag: Á, at vera uttan Jesus, uttan vón á deyðans veg! Hvussu kunnu tey tó, Harri, tora doyggja uttan teg! Uttan Kristus, uttan frelsu, eina á myrku leið, uttan ljós og vón, tá sálin í hin kalda streymin steig? Uttan Kristus, uttan frelsu? Myrk verður ferðin tá; loftið dimmist, stormur súsar, eingin, eingin hjálp at sjá! Uttan Kristus, uttan frelsu? Gev honum hjartað nú, áðrenn stongd er náðihurðin, og hann sigur: Burtur, tú! Davis og Beveridge. ( Danielsen týddi). Ófrelstur enn, hóast kallaður mangan hvat kanst tú vænta av heiminum enn! Minnist tú ei, hvussu mangan hann sveik teg? Svarar Guds tilboði enn tú eitt men? Niðurlag: Kom, kom til Jesus, troytta tyngda hjarta, kom, meðan enn er tíð til tað! Hann bíðar enn, hans favnur enn er opin, hoyr, hoyr, hann kallar enn í dag! Ófrelstur enn, tóat dýr er hvør løta náttin hon nærkast, og hvat verður tá? Ófrelstur enn, tóat lívsvatnið rennur, frítt fyri einki hjá øllum at fá? Ófrelstur enn tó er náði at fáa fyri ta sál, sum til Gud vendir sær; hygg, hvussu Kristus við dyrnar enn stendur, bíðar at lata tær upp fyri tær! Ófrelstur enn, tó tær leingist so sára eftir at kenna hans frelsu og frið nú, fylg nú orðsins tí leiðandi stjørnu, kom, ger nú trúnnar hitt frelsandi stig! Blair. ( Danielsen týddi). Har við Jákups brunn hin dag kvinnan fekk at hoyra tað, sum gav henni ljós og sjón hinaferð. Og tann sál, sum byrðar bar, fekk sín tosta sløktan har við ta keldu, sum varð opnað hinaferð. Niðurlag: Á, tann kelda, sum varð opnað hinaferð, hinaferð, enn við kraft og heilsu síni flýtur her! Sum øldir hava runnið, mong sál har hevur funnið lívið í tí keldu, opnað hinaferð. Gentan tann, sum fangað var, segði harra sínum har frá teim somu góðu vøtnum hinaferð; og har reinsan Na'aman fann frá spitalskuni, tá hann trúðu á ta somu keldu hinaferð. Og hin kvinna blóðsjúk, hon til vár Harra Jesus kom, nam við seymin av hans klæðum hinaferð; í tí trongd, sum hon var stødd, hon av nýggjum tá varð fødd í tí keldu, sum varð opnað hinaferð. Og hin etiopari sat og las í Skriftini, ja, hann trúði og varð doyptur hinaferð, tá ið Filip boðskap bar um ta kelduna, sum var opnað móti synd og smittu hinaferð. Emma Johnston. (Jákup Olsen týddi). Hvør og ein, sum hoyrir syngið, syngið tað, send hin glaða boðskap út til hvønn ein stað, runt til hjørtu troytt, og ger tey frí og glað: Hvør, sum vil, hann koma kann! Niðurlag: Hvør og ein, sum vil, hvør og ein, sum vil! Syng hin glaða boðskap: Hvør og ein, sum vil! Gud hin vilsta sonin elskar, kallar hann: Hvør, sum vil, hann koma kann! Hvør og ein, sum hoyrir, skundi hann nú sær! Nú er hurðin opin, inn við skundi far! Bønir upp her stíga, Andin nú er nær; hvør, sum vil, hann koma kann! Hvør og ein, sum hoyrir Harrin sigur tað; hvør og ein, sum hoyrir, trúgv tí nú í dag! Hvør og ein, sum hoyrir, kallinum sig ja! Hvør, sum vil, hann koma kann! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Sig ikki Harrans náði nei, frá ljósinum tær ikki vend, og herð títt arma hjarta ei kom, frelstur verð á, kom í dag! Kanska skjótt tíðin úti er hjá tær, á sál, at venda við! Kom, meðan boðið ljóðar her kom, frelstur verð á, kom í dag! Gud bíðar enn, hann bíðar tær í náði og í kærleika; hvat, um hann burtur vendi sær! Kom, frelstur verð á, kom í dag! Í heiminum ei friður er hvør er hans gleði følsk og tóm! Far á ta leið, móti lívi ber kom, frelstur verð á, kom í dag! Tí Gud í Himli ynskir ei, at nøkur sál fortapast skal; sig tú tí ei hans náði nei kom, frelstur verð á, kom í dag! ( Danielsen týddi). Longsta lív, skjótt endar tað, fellur sum eitt følnað blað, fer sum stormur kvikt avstað kom í dag! Stuttir tímar rópa hátt, at tað líður móti nátt, og tú fert um markið brátt kom í dag! Niðurlag: Kom í dag, kom í dag, meðan Jesu rødd teg kallar, kom í dag! Vrakar tú hans frelsuráð, stongdar dyrnar skalt tú sjá; nyttuleyst er róp títt tá kom í dag! Reyðar rósur følna skjótt, verður beiskt tað, nú er søtt, gøtan verður tung og brøtt kom í dag! Nú, ið Harrin kallar, kom! Verðin er so køld og tóm; ei innsigla egnan dóm kom í dag! Tínir dagar skunda sær, deyði, dómur er so nær, í hans armar kvikur far kom í dag! Á, eg biði: Steðga brátt, áðrenn málið her er nátt, og teg grípur ævig nátt kom í dag! Vinur, hoyr nú Harrans rødd, so tín sál kann verða grødd og av nýggjum verða fødd kom í dag! Sig ei longur: Onkuntíð! Nú í dag um markið stíg, og tín sál skal verða frí kom í dag! ( Danielsen týddi). Úti í oyðimørk leitar, leitar eftir tær, syndari, Frelsari tín, eymliga kallar, kallar, kallar: Kom, tú fortapti, á, kom nú til mín! Niðurlag: Jesus teg kallar, Jesus teg kallar! Hjarta, hví ivast, hví drálar tú har? Sig við hann kvikur, sig við hann glaður: Harri, eg komi, tak móti mær! Enn, enn hann bíðar, bíðar, bíðar, á, hvussu milt ið eyga hans er! Aftur hann kallar, mildur, mildur: Kom til mín, sál, sum mót deyðanum fer! Stilt hann teg bønar, bønar, bønar, vanvirda náðin enn er at fá; enn kanst tú verða frelstur, frelstur, skjótt setur sólin og nátt verður tá. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Gud nú kallar hin burtvilsta, kom og drála ei, hoyr, á, hoyr hann kallar, kallar nú á teg! Tó tú reikaði burtur og viltist langt av leið, hoyr, hans kærleiksrødd kallar enn! Niðurlag: Kallar nú á teg, á troytti, burtvilsti, kom! Kallar nú á teg, á troytti, burtvilsti, kom! Tolin, milt og so tráliga Jesus rópar: Kom! Hoyr, á, hoyr hann kallar, kallar nú á teg! Vend tó við, tí hvør løta gerst meira álvarsom, hoyr, hans kærleiksrødd kallar enn! Kom, tí sett er á borðið, og rúm er fyri tær, hoyr, á, hoyr hann kallar, kallar nú á teg! Á, hvør angist, um tú hóast alt ov seinur varð, hoyr, hans kærleiksrødd kallar enn! Gabriel (Amer.), ( Zachariassen týddi). Hví vilja tit doyggja? Á, vendið tó við, nú Harrin so nær er og býður sín frið, nú Frelsarin stendur og breiðir út favn tit sálir í vanda, nú leitið í havn! Hvør fáfongd at hugsa, at alt verður gott, um longur tit steðga tað líður mót nátt! Kom, sjúkur, kom tystur, kom, júst sum tú ert! Tær nýtist at drekka av streyminum bert. Í ríkdómi, stuttleika, hvat fanst tú har, sum grøddi ta pínu, ið hjarta títt bar! Ja, hvat var í øllum, sum heimurin beyð, hitt sinn, tá ið hótti teg vandi og neyð! Hitt líðandi hjartað kann heilsubót fá, og deyð fáa lívið hví ivast tit tá! Um syndin teg tyngir, hann tók hana burt, hitt grátandi eyga hann gera vil turt. Hopkins. ( Danielsen týddi). Hygg ikki aftur, á sál, ansa tær, flýggja til fjals, tí títt skýli er har! Lurta ei eftir, hvat steðga tær má! Jesus teg kallar, sál, og drálar tú tá? Niðurlag: Tak móti ávaring, steðga ei har, flýggja av slættanum, hjálpin er nær! Vend tær frá øllum, sum forða tær má Jesus teg kallar, sál, og drálar tú tá? Hygg ikki aftur! Fortaptur tú fert; blaka nú frá tær tann iva, tú bert! Vandi og myrkur umgyrða tín veg; drálar tú enn, á sál, tó Gud kallar teg? Hygg ikki aftur, á myrk er tann leið! Kvikur til fjals, hygg, tín gøta er greið! Jesus teg elskar og kallar teg nú: Kom, eg skal frelsa teg og drálar tú tá? Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Hygg, hygg á Jesus á krossins træ, hvussu hann leið fyri teg hin dag, hoyr nú hans kall! vilt tú akta tað? Hygg á Meg og liv! Niðurlag: Hygg á hann og liv, hygg á hann og liv! Hygg á hin kross, har hann deyðan leið, hygg á hann og liv! Ynskir títt hjarta at fáa frið, eiga tað lív, sum er ævigt? Sig! Hetta kann fáast og meiri við hygg á hann og liv! Hygg, hvussu aftur úr grøv hann steig, hygg og verð frelstur nú drála ei, lat ikki vilja tín siga nei hygg á hann og liv! Frelsarin biður jú fyri tær, og tað, teg møðir, hann gjølla sær; lurta nú, meðan hann er tær nær hygg á hann og liv. ( Danielsen týddi). Hví líður tú kulda og hungur, tó føði í yvirflóð er í heiminum hjá tínum Faðir hví svøltar og tystir tú her? Niðurlag: Kom, kom, syndari, kom! Nóg mikið í heiminum er til tín; kom, kom, syndari, kom! Nóg mikið í heiminum er til tín. Kom, syndari, sig við tín Faðir: Eg syndaði svárt móti tær, ei verdur at eita tín sonur! Skjótt letur hann upp fyri tær. Við portrið tín Faðir tær bíðar, og tráandi hyggur hann út; hans ynski er bert teg at frelsa og geva tær hvíld fyri sút. Mary Baker. Um ( Danielsen týddi). Jesus tær býður, hann rópar til tín: Skuldartyngdi syndari, kom nú til mín! Náði hann gevur tær, hjálpa hann kann; gev Honum hjarta títt, trúgv nú á hann! Niðurlag: Kom nú, tí hann hevur neyð tína sæð, vraka tí ikki hans náði í dag! Jesus teg biður koma til sín, eymliga kallar hann: Kom nú til mín! Á vegnum breiða ei hvíld fært tú har, vegurin smali er leiðin hjá tær smalur, Guds signing tó ljósan hann ger, heim til gullstaðin hin vegurin ber. Kom nú til Jesus og trúgv nú á hann! Frelsa teg vil hann, og frelsa hann kann; hurðin er opin, og náði enn fæst, skunda tær, kom, áðrenn hurðin er læst! Katharine Purvis. ( Danielsen týddi). Ella: Sálir, tit, sum eftir frelsu stunda, hoyrið eini tíðindi so góð: Harrin frelsu hevur okkum grundað, setti millum seg og okkum blóð! Káin ætlaði til Gud at náa gjøgnum ávøkst, henda jørðin bar; Ábel sá, at hjálp var ei at fáa, uttan offurlambið dripið varð Gud sín Son á krossin upp læt heingja, dýra blóðið hans til jarðar rann; sálirnar, sum deyði, dómur treingja, fáa frið við trúgv, við trúgv á hann. Sál, ver kvik! Teir dýru tímar svinna! Uttan hann í ævigt myrkur ber; eingin onnur frelsa er at finna, einki annað navn til sælu er. Victor Danielsen, Kasta lívbeltið í brúsandi hav! Sálirnar dýrtkeyptar søkka í kav; sálirnar søkka á, hvør, hvør vil tá her lívbeltið kasta, hin søkkandi ná? Niðurlag: Kasta lívbeltið, kasta lívbeltið! sálirnar reka avstað; kasta lívbeltið, kasta lívbeltið! Sálirnar søkka í dag. Kasta lívbeltið við kvikari hond! Her kann ei brúkast ein ivasom ond; sálirnar søkka ver skjótur í dag at kasta lívbeltið avstað nú, avstað! Kasta lívbeltið til søkkandi menn! Vandin er stórur, men hjálpast kann enn; freistingarstormur og syndbylgjur brátt nú dríva teir inn í ta ævigu nátt. Farin er skjótt henda frelsunartíð, vónloysi ævigum sálin brátt í; drála tí ikki, ver kvikur avstað at kasta lívbeltið far, frels tey í dag! Edward Ufford (Amer.), ( Danielsen týddi). Ein blóðig hond nú bankar á tínar hjartadyr, hon bankar í dag og troyttast ei; tað Jesus er, sum bankar og enn um atgongd spyr, tó mangan tú hevur svarað nei. Niðurlag: Á, hoyrir tú hann kalla og banka hjá tær? Hans gjøgnumstungna hond bankar nú; við friði inn hann kemur, um bert hann fær eitt svar, og frelstur frá synd tá verður tú. Hvør mangan, tá tú veikur á sjúkralegu lást, hitt kall fylti tína sál við frykt! Og tá á náttarvøku tú greiðari alt sást, tú skilti, títt hús stóð ei so trygt. Og tá tú niðurboygdur við opnar gravir stóð, hvør bankaði Harrin ikki tá! Tá ævinleiki, deyði við ræðslu sinnið sló, tú segði: Eg dyrnar opna má! Hví letur tú hann banka og gevur ikki svar! Hann nátt tína venda kann í dag; hin naglamerkta hondin skal frelsu bera tær; lat upp tí og svara Honum ja! Johnson Oatman (Ongl.), ( Danielsen týddi). Dýra sál, sum ófrelst gongur, skilir tú tín vanda ei? Veitst tú ei, at dómur hongur yvir tær, hvar enn tú steig? Alt hitt besta, tú kanst gera, ongan frið kann fáa tær, einki offur, tú kanst bera, fyri Gudi atgongd fær. Eingin leið, títt hold kann síggja, inn til lívið leiðir teg; stíg tín fót á vegin nýggja, Harrans egna lívsins veg! Kristus gerningarnar gjørdi, Kristus fullgott offur var, Kristus deyðan burtur førdi, Kristus sæla bert er tær! Himmaldyrnar opnar standa; sál, far inn, og far í dag! Skunda, skunda burt úr vanda, nú tú vegin hevur sæð! Lív tær Kristus vunnið hevur gjøgnum krossins tunga stríð, eitt, bert eitt av tær Gud krevur: At tú tekur móti tí! Victor Danielsen, Hví varð hann negldur til Golgata træ? Hví, sig mær, hví hekk hann har? Jesus, sum vónbrotin hjørtu ger glað, hví, sig mær, hví hekk hann har? Niðurlag: Løgd varð á hann øll mín misgerð og skuld, hann tók tað sjálvur á seg. Kvittað hvør synd, bæði sjónlig og duld, hann galt tað alt fyri meg. Hví fleyt frá Jesusi slík kærleiksflóð? Hví man hann elska meg so? Óuppiborið meg elskar hann tó, hví man hann elska meg so? Hví skal eg firnast hans kærleika tá? Hví, á hví óttast skal eg? Nei, eg nú á hann meg heilt líta má, hví, á, hví óttast skal eg? Moore. ( Zachariassen týddi). Bert tóm og ónýt var øll trúgv, um eingin grundin var, hará ein fátæk mannasál í ævir hvílu fær. Hitt orð so mangan hoyrdu vit, at bert ein fastur er í tí, hann trýr, hin góði Gud mót honum miskunn ger. Men svíkjandi er henda grund, um trúgvin enn er sterk; hin eina lívd mót dóminum er Kristi blóð og verk. Tí tað er vilji Faðirsins, at tann, ið Sonin sá og trýr á hann, hann frelstur er, hann dómur ei skal ná. Gev hesum gætur, dýra sál, rannsaka, hvar tú ert! Ei Kristus, og so nakað meir, nei, Kristus, Kristus bert! Stíg yvir á ta tryggu grund, úr vanda flýggi tú! Hygg burt, hygg burt av sjálvum tær, og hygg á Kristus nú! Victor Danielsen, Á, kom tó til Jesus og trúgv á hans navn! Hann hjarta títt vil gera nýtt; hann bíðar við náði, á, kom í hans favn, hoyr frelsunnar tilboðið frítt! Niðurlag: Ja, her er náði til tín, ja, her er náði til tín! Guds Sonur jú fyri teg doyði; í Honum er náði til tín. Tí syndaraleiðin, hon førir til deyð, og aftaná dómurin er; hví vilt tú tá vraka ta náði, hann beyð, nú hond hans er rætt til tín her! Á, flýggja úr vanda og kom til hans kross! Tín einasta frelsa er har; hygg upp, síggj Guds Son doyggja har í títt pláss, og frelsunnar vissu tú fær! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Títt lív er stutt, á syndari, dvøl ikki myrkri í! Nýt tíðina, tonk um Guds orð, hon er so stutt, tín tíð! Niðurlag: Kom til Jesus og fá frið! Hann skal frelsa, grøða við; kom, tí skjótt hon farin er, náðitíðin dýra her! Títt lív er stutt, á syndari, fá uppgjørt tína sak! Í dag, nú hurðin opin er, mót lívi, friði tak! Á, ævinleikin langi har! Hann kemur, flýggjast ei; og minst, hann myrkur er, um tú til kallið sigur nei! Kom, syndari, á, kom í dag, nú Harrin er tær nær! Trúgv á hans blóð, og sál tín lív, frið, fyrigeving fær! ( Danielsen týddi). Í tí stilla kvøldartíma við tíns hjarta dyr stendur ein og bankar, bankar enn sum ofta fyrr; hoyrir tú ta stillu kallan djúpt í sál og sinn? Tað er Andans rødd, sum sigur: Far og lat tín Harra inn! Niðurlag: Lat hann inn, lat hann inn! Tað er Andans rødd, sum sigur: Far og lat tín Harra inn! Deyðin kemur, nú til smáttu, nú til kongaborg, hjartans dyr ei steingjast kunnu fyri hesi sorg; Jesus bíðar, bíðar, bíðar, stongd tín hurð tó er, syrgjandi hann burt sær vendir, deyðin kaldi ikki fer. Einaferð tú, sál, skalt rópa: Jesus, lat meg inn! Tú við portrið har tá stendur, sál tín tyngd av synd; nei, tú ov seint tá skalt koma, tíðin fór sín veg, Jesus vildi her teg frelsa, tá hann ikki kennir teg. Arthur Coxe (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Har heima er gleði og friður og hvíld far, sig onkrum syndara tað! Ja, frelsa til hvønn, sum til Gud vendir sær ber onkrum tann boðskap í dag! Niðurlag: Ber onkrum tann boðskap í dag, far í dag, sig teimum tað! Ja, vitna tú bara! Tað Jesus vil æra ber onkrum tann boðskap í dag! At friður kann fylla tey friðleysu bróst, at Jesus ger hjørtuni glað, at myrkrið kann víkja, so alt verður ljóst ber onkrum tann boðskap í dag! Um kærleik frá Gudi til søkkandi mann, um náði bið Harran um tað! Far, sig við hin falna, at Gud elskar hann ber onkrum tann boðskap í dag! Hitt seinasta boðið, sum Frelsarin gav á, lat okkum minnast til tað! Tí vilsta, fortapta hann tekur sær av ber onkrum tann boðskap í dag! Ada Blenkhorn, um (Jákup Olsen týddi). Hvat hjálpir tær, sál, um so heimin tú vinnur, hvat hjálpir, at ferðin á fold tykist greið! Um frið ei við Gud gjøgnum Kristus tú finnur, hvør vónleys og myrk verður tá skjótt tín leið! Niðurlag: Hvat hjálpti, hvat hjálpti, at heimin tú vann, um ei fyri sálina frelsu tú fann! Hvat hjálpir í lættsinni burt sær at venda, hvat hjálpir í synd seg at gleða í dag! Tann gleði, tað lættsinni brátt fer at enda, og syndarin hoyra skal dómstímans slag. Hvat hjálpir í tómari troyst seg at ugga, hvat hjálpir at líta á menniskjaverk! Skjótt sært tú ta vón svinna burt sum ein skugga, skjótt brotnar tann borg, um hon enn tykist sterk. So hoyr tá Guds kall og ei sál tína vága, men tak móti Jesusi, nú hann er nær! Hin einasta frelsa, á jørð er at fáa, sigst ei undan henni, nú her hon býðst tær! Victor Danielsen, Sum koparormurin hin dag varð hongdur træið á, og frelstur varð hvør doyggjandi, sum bert á ormin sá, So Sonur Guds á Golgata á krossin negldur varð, og tann, sum sær á hann í trúgv, hann ævigt lív tá fær. Tí Gud sín Son í deyðan gav, so elskar okkum hann, at hvør og ein, sum á hann trýr, hann ikki dømast kann. Tí ikki kom Guds Sonur her at døma teg og meg, men dómin av Guds brotnu lóg, hann legði hann á seg. Hann kom at reisa fallin upp og tað, sum vónleyst var; í Honum eru opnar dyr at koma Gudi nær. Men tann, sum á Guds Son ei trýr, hann longu dømdur er, og tann, sum vrakar náðina, í ævigt myrkur fer. ( Danielsen týddi). Hevur tú í Jesu sárum funnið frið, er í blóði tín sál tváað rein? Lítur tú nú eina á hans náði, sig er í blóði tín sál tváað rein? Niðurlag: Er tín sál tváað rein, er í blóði tín sál tváað rein? Eru klæði tíni hvít sum kavi nú er í blóði tín sál tváað rein? Er tín byrði svunnin og títt tunga stríð, er í blóði tín sál tváað rein? Rann við krossin upp ein nýggj, ein náðitíð, er í blóði tín sál tváað rein? Tá ið Jesus kemur, sleppur við tú tá, er í blóði tín sál tváað rein? Kanst tú tá við frímóði hans ásjón sjá, er í blóði tín sál tváað rein? Legg tín syndaklædning burt, á sál, í dag, og í Jesusar blóði verð rein! Lívsins kelda flýtur nú á hesum stað, sál, í Jesusar blóði verð rein! Elisha Hoffman (Amer.), ( Danielsen týddi). Eitt navn bert eg kenni, sum hevur sítt virði, tá deyðin er nær, eitt navn, bert eitt einasta, gevur frið, hvílu í sálina mær. Niðurlag: Á vinur mín, kennir tú tað, tað navn, sum ger myrkrið til dag, sum gevur Guds frið gjøgnum lívsdagin her og uppi í deyðastund ber? Við gleði og friði tað gongur og vitjar frá smáttu til borg, og skjótt stígur tøkk upp og songur, har fyrr bert var grátur og sorg. Tað breiðir sítt ljós, sína gleði, har fram tað í heiminum fer, tað uggar á vónleysum vegi, um deyðan, um dómin tað ber. Hvørt einasta navn, sum tú visti, forgongur og missir sín glans, men Jesus, hin síðsti og fyrsti, í ævirnar stendur navn hans. Carl Hanson (Norsk-am.), ( Danielsen týddi). Sum tú ferðandi ert eftir Jerikoveg, kenst stríggin tín gongd, og nívir teg trongd? Sig Harranum alt, tín harm, alt tær nýtst, tú sanna skalt víst, at signing tær býðst. Niðurlag: Á Jerikoveg er Jesus í nánd og hjálpin í hond, hann slítur øll bond. Hann neyð tína sær, sorg lutar við tær, í royndum veit svar, tí Jesus er har. Við Jerikoveg hin biddarin sat, sum neyðarróp sítt so sárt hoyrast læt, men Frelsarin kom og sjón honum gav, alt vónloysið hvarv, og náttin varð av. Tú sál, sum av synd og sorgum ert nívd, við Jesusar bróst er grøðing og lívd. Kom, leita til hann, og kalli hans lýð, tá ferðin gerst trygg og ævin tær blíð. McCrossan. ( Tyril týddi). Sál, sum ófrelst, friðleys gongur, drála ei í myrkri longur, lat teg frelsa nú, lat teg frelsa nú! Harrin tær nú frelsu bjóðar; kom, nú náðiboðið ljóðar, lat teg frelsa nú, lat teg frelsa nú! Einki kanst tú sjálvur gera, sum kann nakran frið tær bera, trúgv á Jesus nú, trúgv á Jesus nú! Tyngdur, troyttur enn tú gongur; ber ei tungar byrðar longur, trúgv á Jesus nú, trúgv á Jesus nú! Jesus dómin hevur borið fyri teg, so sigur orðið, verkið fullgjørt er, verkið fullgjørt er! Gud tey boð tær letur bera: Einki eftir er at gera, verkið fullgjørt er, verkið fullgjørt er! Vinur, minst, at tíðin rennur, kom, nú Andans kall tú kennir, kom í dag, í dag, kom í dag, í dag! Verð nú frelstur! Stundir svinna; enn er náði frí at vinna kom í dag, í dag, kom í dag, í dag! Jákup Olsen, Á, trælbundna sál, tú, sum leitaði so, men aldri tú hoyrdi tey loysandi boð! Tú roynir at angra, at betra teg við, men aldri hevur hjartað funnið nakran frið. Niðurlag: Legg byrði tína við hans fót, sum doyði krossi á! Ein ævigan og sælan frið títt hjarta finnur tá; tað verk, hann gjørdi, veri nú tín vón, títt álit alt! Og einar opnar himmaldyr tú harí finna skalt. Hvør leið, sum tú visti, so mangan er roynd, tú søkti á møtum, tú søkti í loynd; tú stríddi mót synd og ímóti sjálvum tær, ei hvílu fanst tú, vónleyst bert títt hjarta mangan var. Tann frið, sum tín sál hevur søkt, fanst tú ei í øll hesi ár, sum tú stríddi og leið; tú hómar ei framgongd, á, kanst tú ei sjá: Í øllum hesum finnur tú ei útveg og ei ráð? Títt lív hevur verið ein troyttandi gongd, ein jagan, ein longsil, ein rópandi trongd; og onga tíð áður var longri á mál, bert tráandi tú hyggur fram ein svikin, vónleys sál. ( Danielsen týddi). Ríkdóm, æru og gleði sál, á, søkir tú tað, men ei sess við teim frelstu í tí æviga stað? Har í lívsins bók, vinur, har hvørs Guds barns navn var hoyr eitt álvarsamt spursmál: Er títt navn skrivað har? Niðurlag: Er títt navn skrivað har, har hvørs Guds barns navn var, har í lívsins bók, vinur, er títt navn skrivað har? Víst er synd tín sum sandur, víst er reyð hon sum blóð, men hitt frelsandi blóðið hana út strikar tó; um tú tekur mót Honum, sum eitt sinn hana bar, verður stað títt í Himli og títt navn skrivað har? Á, eg hugsi um staðin, sum mín sál skjótt skal ná, har tey sælu øll eru, og har Jesus tey sjá, har hitt illa ei kemur, og har gleði bert var dýra sál, fá at vita: Er títt navn skrivað har? Mary Kidder (Amer.), ( Danielsen týddi). Ein longsil djúpt í hvørjum brósti liggur, hvør sál í tráan eftir friði hyggur, men, á, hvør mong hin longsil lítið skilja! Tey hann í lívsins lystum stilla vilja. Tey søkja frið í dýrd og ogn og heiður, men tómar roynast allar hesar leiðir, við øllum tí er sálin tærd av longsli, og hjartað mangan græt í gyltum fongsli. So út, har veksur gleðirósan reyða, og turka tárið burt av kinn og eyga og inn í søtan gleðirús seg droyma men ei ein kann sín sára longsil gloyma. Av sorg og tráan hjartað nærum spreingist, tó, ikki enn tað skilir, hví tí leingist; men tað er Jesus, sum á dyrnar bankar og býður frið til hjarta og til tankar. Lat upp tá fyri Honum sál og sinni! Tá fyrst tú friðin kenna skalt har inni; ja, lat upp fyri Honum, sjúka hjartað! Tá tendrast ævigt ljós í myrkri svarta. Alberta Eltzholtz, ( Danielsen týddi). Hvør hevur boðnum trúð, Gud okkum sendi, hvør hevur trúð, so Harrans arm hann kendi, hvør søkti eftir Gudi, til hann fann? Hvør hevur eygað frískt og opið oyrað, so hann um heimsins Frelsara kann hoyra og kenna hann? Hann føddur varð, men ei við glans og heiður, tað, høvd hans hvílir á, hann ikki eigur, ei nakra dýrd og útsjónd hevði hann; vit sóu hann, men ikki vit hann kendu, við vreiði, hatur, spott sær verðin vendi til henda mann. Hann royndur var við sjúkum, sorg og pínum, misfataður og vanvirdur av sínum, hann ormum, ikki monnum líkur var; ei hildu vit hann hava nakað virði, mong hjørtu óttast máttu av tí byrði, hann bar á sær. Men sanniliga, várar sjúkur var tað, hann bar á sær, og hetta hjarta særda bar várar pínur, vára sorg og neyð! Í blindleika vit hildu, hann var sligin, sum fyri okkum var av Himli stigin til krossins deyð. Synd okkara, hon voldi, hann var særdur, hann fyri sløg og spýtt var ikki spardur, vár straff og vári misbrot raktu hann; tí er nú fyri okkum ljós og friður, við sárum sínum sálarbót og sigur hann okkum vann. Her kann hvør sál, sum orkar ei at liva, í trúgv seg boyggja og so fáa skrivað í Himlinum í lívsins bók sítt navn; har skulu armir fangar frælsi vinna, her skal hvør ein, ið kemur, opnan finna Guds faðirfavn. Victor Danielsen, Hvar finst á jørðini skattur tann, sum hjartað í frið kann hava! Ta lukku, sum ein her niðri fann, hann mangan við sorg má grava. Niðurlag: Ein gleði bert er á foldum her, ta gleði fær tann, sum til krossin fer og trýr, at Jesus hans straff har ber har friður er. Trúgv ei, at Jesus ei elskar teg, um djúpt enn í synd tú liggur! Og um tú enn gekst tín egna veg, hann júst eftir tær nú hyggur. Sig ei, at hetta er nógv ov lætt, tann gáva, sum Harrin gevur! Hjá okkum lætt er tað, tað er satt, men tungur var krossins vegur. Við Jesu hjarta er friður bert, og har tiga aðrar røddir; og sælur tú, tá tú hagar fert av synd og av sorgum møddur! Mollerup (Danm.), ( Danielsen týddi). Har við tínar hjartadyr vinur trúgvur stendur; mangan, mangan stóð hann fyrr, eftir tíni sál hann spyr, ei hann burt sær vendir, bankar, bankar, fær ei svar, tó til hann tú treingir. Naglamerktur stendur hann, fagrastur av øllum; eftir tí, sum burtur rann, leitar hann, inntil hann fann, á teim myrku fjøllum, bankar, bankar, fær ei svar, tó til hann tú treingir. Sál, á lat hann svar nú fá! Stutt er lívsins løta. Sáar tú í holdi bert, sárt tú tað at angra fert, einki kanst tú bøta, tá tú bankar, fært ei svar, tó til hann tú treingir. Øgilig hin stundin er, eingin kann tað fata, tá ið sálin bøn fram ber, neyðarróp mót Himli fer, men til ongan bata, tá tú bankar, fært ei svar, tó til hann tú treingir. ( Danielsen týddi). Ein ráðharri kemur til Jesus á nátt at spyrja um vegin til lívið so gott, og greitt ljóðar svarið í sannleika tá: Tú aftur føðast má! Niðurlag: Tú aftur føðast má, tú aftur føðast má! Av sonnum, av sonnum eg sigi tær tað: Tú aftur føðast má! Tú sál, sum mót ævini gongur, á, hoyr eitt boð nú frá Honum, hvørs orð aldri doyr! Og lat henda boðskap til hjarta títt ná: Tú aftur føðast má! Sig, vilt tú í hjarta og sál fáa frið og savnast teim sælu í Himlinum við? Ja, ynskir tú bjarging og frælsi at fá, tú aftur føðast má. Kann vera, í Himli ein sál bíðar tær, sum ynskir at møta við portrið tær har; men skalt tú tey elskaðu har uppi sjá, tú aftur føðast má. Witter. ( Danielsen týddi). Verðin í synd enn svevur, Ísraels Gud vakir har; æruna, valdið hann hevur, og prís frá teim sælu hann fær. Sært tú hans eyga, sum hyggur í kærleika niður í dag til tann, sum í vónloysi liggur, og sum einki ljós hevur sæð? Sonin hann her niður sendi, á krossinum blóðið hans fleyt, dómin frá okkum hann vendi, og myrkursins leinkjur hann breyt; nú frelsan hin stóra er funnin og sigur við Gudslambsins blóð, teim friðleysu friður er vunnin, og hvíla til hjørtuni móð. Syndari, hoyr, hvat hann sigur! Hann kallar so mildur á teg: Tak móti frelsu! Hann biður, vend um av fortapingarveg! Synd tína, blóðiga, reyða, eg snjóhvíta alla skal tvá; tí leið eg hin kvølfulla deyða, tí hvíldi hin byrði mær á! Alt, alt er goldið á krossi, tí frían hann gera teg kann; av hvørjum vónleysum plássi nú sálirnar leita til hann. Tilbiðjan og máttur og æra tilhoyrir Guds Lambi í dag. Kom, verð í tí hvítt klædda skara, kom við til hin himmalska stað! ( Danielsen týddi). Jesus, eina hann vit boða, Jesu navn várt evni er; hann aleina er vár frelsa, sæla bert í Honum er. Niðurlag: Jesus eina, Jesus altíð! Alt, alt hevur tú í tær; frelsa, rættvísi og friður, heilagleiki, alt hjá mær! Hann vár Frelsari er eina, rein hann hevur okkum gjørt; ei í okkum, men í Honum er vár frelsa, á, hvør stórt! Hann aleina er vár styrki, hans aleina er øll makt; allar dagar hann vil verja okkum, sum hann hevur sagt. Hann er tann, sum skjótt skal koma, tekur okkum heim við sær; Honum skulu vit tá prísa heima allar ævir har. Louisa Stead, ( Danielsen týddi). Sál, hví vilt tú ófrelst vera, blind, fortapt og tóm, allar tínar dagar bera Harrans vreiðidóm! Niðurlag: Deyðin kemur, deyðin kemur, dómur aftaná; gríp tí lívið, gríp tí lívið, nú tað er at fá! Satan vil tær stoyta niður ævigt myrkur í; men í dag er náði, friður, ævig frelsa frí. Hoyr nú røddina, sum ljóðar, nú er lív at fá! Hon til frelsu tær inn bjóðar dómi flýggja frá! Skjótt skal Jesus koma aftur, dagurin er nær; tá er hesin náðiskattur stongdur fyri tær. ( Danielsen týddi). Tað er eitt fast orð: Hann er vár friður; ei til at døma kom hann her niður, men til at frelsa, leita upp tann, sum hjálp ei í sær sjálvum fann. Hoyrið hvør, á, stríðið er vunnið, hoyrið hvør, á, blóðið er runnið, ei fyri meg bert, nei, fyri teg, blóðið er runnið fyri teg! Tað er eitt fast orð: Kristus er deyður, frið hevur gjørt hans blóðstreymur reyður; ljóði um hav, um oyggjar og fjøll: Kristus er deyður fyri øll! Hoyr, hvør sál, á, Kristus, hann bløddi, hoyr, hvør sál, á, stríðið hann møddi, ei fyri meg bert, nei, fyri teg, bløddi og stríddi fyri teg! Á, hvørt eitt undur var tað, her hendi: Gud sjálvur Son sín til okkum sendi! Tað er eitt fast orð, alt álit vert: Frið fær ein sál í Honum bert. Eina hann, á syndari, hoyr tað, eina hann, á syndari, trúgv tí! Hvíl teg á klettinum sum tú er, kletturin Kristus trygt teg ber! Joël Blomquist (Svør.), ( Danielsen týddi). Tað kemur ein tími hjá tær og hjá mær og hvørjum, á jørðini livir, tá vit mugu koma tí æviga nær og stíga um markið tá yvir. Tað kemur ein tími, kann vera, hann enn kann tykjast langt burtur at síggja; tó skelva í loyndum teir sterkastu menn og vildu væl frá honum flýggjað. Tað kemur ein tími, ein álvarsom stund, tó mangur ei nógv um tað teinkir, og tann, sum tá hugdi á svíkjandi grund, skal bindast í ævigar leinkjur. Tað kemur ein tími, tá snildi og kraft, tá vit ella mót ikki røkkur, og um tú títt álit í tí hevur havt, í vónloysi ævigt tú søkkur. Tað kemur ein tími, tá gerast skal av, hvønn veg tú á fold hevur stundað, og um á ta frelsu, sum Gud frítt tær gav, í tíð tú títt hús hevur grundað. Tað kemur ein tími, og mást tú tá tó í tíð um tað hugsa og minnast, tá eingin, sum vanvirdi Kristi blóð, í Himlinum inni skal finnast! Nielsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Tær leingist mót lukku men hvar er hon, hvar! Her ræður bert saknur og sorg; nei, sælur er tann, sum er Jesusi nær og fann við hans kross sína borg! Tú leitar um gleði hvar er hon tann dag, tá sorgin teg rakar og neyð! Nei, glað er tann sál, sum seg lítur á tað: Guds Sonur bar dóm mín og deyð! Tú vónar á frið, men hann finst ikki her, bert lógokið tyngir teg hart; hin einasta frið, sum í heiminum er, við Golgatakrossin tú fært. Tú ræðist at trúgva, at velja Guds veg, tú heldur, tú standa ei kann; tú gloymir, at Jesus vann alt fyri teg, og halda tær uppi skal hann. So tak tá mót Honum, og tá fært tú alt, úr storminum stýr inn í havn! Tín synd er út strikað, hann skuldina galt, tín friður er Jesusar navn. Emilie Thorup (Danm.), ( Danielsen týddi). Ljóði frítt hesi gleðiboð: Lív okkum Jesus ber! Syng og rópa og tala so: Lívið ein gáva er! Burtur, vantrúgv, ivi. øllum er tað givið! Niðurlag: Ljóði til øll um dalar og fjøll: Frelsan ein gáva er! Ljóði til øll um dalar og fjøll: Frelsan ein gáva er! Deyðadømd er hvør mannasál, sigur Gud okkum her; Jesus tømdi Guds vreiðiskál, lívið hann okkum ber; Gleði hjørtu finna, ótti, ivi svinna. Frelst, profetar, ápostlar við, alt, alt Guds orð, tað ber hesi lívgandi orð um frið: Lívið ein gáva er; fallin kunnu reisast, bond og leinkjur loysast. Hvíld og troyst ber til hjørtu móð, frið til hin troytta ber, aldri tagni hitt glaða ljóð: Lívið ein gáva er; dyrnar opnar standa flýggja, sál, úr vanda! (Jákup Olsen týddi). Jesus er við tínar dyr; lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Mangan bankaði hann fyrr; lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Niðurlag: Jesus stendur nú við tínar dyr, vakt og bíðað har hann hevur fyrr; gev nú Honum sál og sinn, lat nú Jesus koma inn, lat hann inn, lat hann inn! Hann tín besti vinur er; lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Hjálp og frelsu hann tær ber; lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Troytta hann ei longur, tú, lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Hvat, um hann vil gevast nú! lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Hoyr, hann kallar nú á teg, lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Sig: Vælkomin, Frelsari! lat hann inn, lat hann inn, lat hann inn! Parthemore. ( Danielsen týddi). Tit hermenn Krists, nú farið frímóðigir í stríð! Halt ljóssins merki høgt, ver trúgvur, Harran lýð! Um Harrans Andi drívur bæði vitnisburð og song, tá frelsast skulu sálirnar, og loysast hjørtu mong. Niðurlag: Í Jesu navni fram, hin glaða boðskap lat ljóða til hvørja sál, sum fyrr í myrkri sat! Hoyr tað, ein og hvør, ja, ung og gomul nú: Jesus hevur fullført alt, og frælsi eigur tú! Tit hermenn Krists, nú biðið, ja, sum Elias bað, og eldur falla skal av Himli enn í dag og brenna burt hitt hoyggj og strá, sum bert til hindurs var! Tí eina hjartans reina gull frá Gudi æru fær. Tit hermenn Krists, ja, syngið nú sigurssongin so, at múrar falla enn, sum forðum Jeriko! Men lat tað vera Andans rødd, ta mildu, Himli frá! Tá anda frítt tey trongdu bróst, og sjón tey blindu fá. Tit hermenn Krists, á, vitnið við reinum lívi mest! Tað er hitt hvassa svørð, sum rakar hjartað best; lat fylgjast lív og vitnisburð, sum orðið býður tað, og birtast skal eitt ljós frá tær á hvørjum myrkum stað! Tit hermenn Krists, nú gleðist, tí skjótt vit heimið ná, og har av Jesu hond vit sigurskrúnu fá! Tá skulu vit ei skiljast meir, ei kenna sakn sum her; har uppi ljósið ævigt er, ei sorg, ei neyð har er. Slack. ( Danielsen týddi). Ein dapur dagur kemur hjá tí sál, sum ófrelst doyr, tá hon sín dómara skal sjá, og ei er náði meir. Niðurlag: Á sál, kom ikki til hitt stað! Vend tær í dag til hann, sum gav sítt lív á krossins træ og eina frelsa kann: Tá kemur alt hitt loynda fram, og sálin, ófrelst her, má søkka í ta sorg og skamm, sum ævig, ævig er. Hvørt náðiorð, tú hevur hoyrt, og ljósið, sum tú sá, skal standa fyri tær so klárt, sum ormur gnaga tá. ( Danielsen týddi). Blóðið várt evni er í dag, sálirnar eina reinsar tað, atgongd til Gud er bert í tí, blóðinum bert er friður í. Niðurlag: Syng, syngið um blóðið, syng, syngið um blóðið, blóðið, sum sálir reinar ger, blóðið, sum eina frelsa er! Ei Harrans stóru undurverk spreingja tey syndabond so sterk, bert í hans deyða trænum á syndarar kunnu frelsu fá. Lukkulig er tann sál, ið fann hvílu í blóðinum, sum rann! Ei longur synd hon á sær ber, rein hon í allar ævir er. Trygt var at sita inni, har sum blóðið smurt á dyrnar var; trygt er hans orð at byggja á: Eg, Harrin Gud, skal blóðið sjá. Victor Danielsen, Drívur tú burtur frá Gudi til eitt so ókent bú, longur hvønn dag, ja, og hvørja nátt, rekur so einsamur tú? Niðurlag: Drívur tú burtur frá Gudi, burtur frá kærleika hans? Meðan Frelsarin eymliga kallar, gev hans bønligu rødd nú ans. Drívur tú burtur frá Honum, sum tína byrði bar, longur hvønn dag, ja, og hvørja nátt, sum fyri teg sligin varð? Drívur tú burtur frá Gudi? Óræddur rekur tú; nærri hvør dagur, ja, og hvør nátt ber móti vreiðini nú. Drívur tú burtur frá Gudi? Sorgarfult hann teg sær, hvussu við songi, látri tú raktur av dóminum var. Frank Simpkins. ( Zachariassen týddi). Hvør ein sonn og trúverd tala: Jesus elskar syndaran! Um vit enn tað mangan søgdu, ei tað ov nógv sigast kann. Niðurlag: Á frelsuboðið góða! Við gleði syngið tað: Í trúgv á Jesus eina er frelsa frí í dag! Fulla syndabót hann gjørdi, liðugt frelsuverkið er; vreiði Guds tað stillað hevur, og tað okkum verdig ger. Enn hans hond ber naglamerkið, arr av spjóti síða hans, tornastungin er tann panna, sum ber heiðurs kongakrans. Minst, at hesin sami Jesus skjótt í skýggjum koma skal, og til hann tá skulu fara frelstir skarar uttan tal! Fraser, øld. ( Danielsen týddi). Jesus, hann stendur í dómsins høll, svikið hann hava nú hjørtu øll; knappliga hoyrist ein rødd so hvøll: Hvat skal eg gera við Jesus? Niðurlag: Hvat vilt tú gera við Jesus? Velja tú mást ein veg; ein dag títt hjarta skal spyrja: Hvat ger nú Jesus við meg? Stríðið um Jesus er enn í dag, veljast má Jesus á hvørjum stað, svarast má nei ella svarast ja hvat vilt tú gera við Jesus? Minst til Pilatus ver ei sum hann! Játta nú Jesus, ræðst ongan mann! Sleppa frá valinum ei tú kann hvat vilt tú gera við Jesus? Skalt tú avnokta hans navn, á, sig, ella í navni hans finna frið, bera hans kross og hans krúnu við? Hvat vilt tú gera við Jesus? Jesus, eg gevi tær hjarta mítt, trúgvi og kennist við navn títt frítt! Skal hetta, sál, verða svarið títt? Hvat vilt tú gera við Jesus? Simpson (Amer.), ( Danielsen týddi). F-c. Hoyr, náðiboðið ljóðar yvir alla jørðina! Tað er Harrin, sum inn bjóðar, gjøgnum orðsins sannleika: Gud heimin elskaði, so hann Sonin sendi her, at hvør tann, sum á hann lítur, ævigt fríur, frelstur er! Niðurlag: Glaða boð! Syngið tað eystur, vestur, suður, norð! Glaða boð! Hvørt eitt stað hoyri dýru friðarorð! Hoyr, náðiboðið býður til Guds stóru gleðifest, og hitt orð, sum aldri lýgur, býður tær í dag til gest! Kom, et hitt lívsins breyð, drekk av lívsins kláru flóð, og tín synd, tó reyð sum purpur, verður hvít við Lambsins blóð! Hoyr, náðiboðið varar hvørja sál, sum hoyrir tað, og tað rópar til teir skarar, sum nú drála dag um dag: Úr vanda flýggja burt, stegða ei á slættanum, hygg ei heldur aftur um teg, bjarga eina lívinum! Tað boðar lív og gleði, sum tað hoyrist fjart og nær, boðar sálunum av degi, sendir vón, har vónleyst var, hitt orð um Jesu navn og hin frið, við krossin er, um tað blóð, sum eina frelsir, um tað lív, í trúnni er. Wesley Martin. ( Danielsen týddi). Vilt tú, at Jesus skal koma tær nær? Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð! Vilt tú, at myrkrið skal víkja frá tær? Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð! Niðurlag: Tað er kraft, kraft, kraft til frelsu er bert við trúgv á hans blóð; tað er kraft, kraft, kraft til frelsu er bert við trúgv á Jesu blóð. Vilt tú, at hvíla skal sálin so mødd? Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð! Vilt tú við frímóði lyfta títt høvd? Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð! Ynskir tú vita, at sál tín er frí? Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð! Hvíla í deyðanum náðini í? Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð! Ynskir tú skýli at eiga í neyð? Kom, trúgv á hans blóð, trúgv á hans blóð! Eiga eitt álit í lívi og deyð? Kom, trúgv á hitt frelsandi blóð! Lewis Jones, ( Danielsen týddi). Ei finst ein kærleiki tínum líkur, aldri hann svíkja kann, til, Jesus, í Faðirs tíns ríki inn tú øll lombini vann! Niðurlag: Kærleiki ævigur, náði, sum botnleys er! Á, vend tær til hann, troytta, vilsta sál! Jesus bønar teg her. Ei finst eitt eyga sum títt, á Harri! Langt burtur tað meg sær; so langt, at tú eymur meg hugdi á, tá eg burt vilstur var. Ei nøkur rødd er sum tín, á Jesus! Kallar so eymt og milt; títt friðarorð er hitt einasta, sum ger hjarta mítt stilt. Ei nakað hjarta sum Jesu hjarta brennur í kærleika, ei burt koyrdur nakar frá Honum varð, sum leit á náðina. Littlewood. ( Danielsen týddi). Tað er einki sum hitt gamla orðið: Náði frí, náði frí! Tað frelsu hevur mongum borið: Náði frí, náði frí! Mong sál har frið og frælsi fann, fekk mót og kraft, tá stríðið brann, og nú við gleði syngja kann: Náði frí, náði frí! Niðurlag: Tað er einki sum hitt gamla orðið: Náði frí, náði frí! Tað frelsu hevur mongum borið: Náði frí, náði frí! Í Jesusi er frelsa givin, Náði frí, náði frí; hans deyði lív er okkum blivin náði frí, náði frí! Hvør vil ei bera boðið tað um hann, sum gav á krossin træ sítt blóð sum syndoffur hin dag! náði frí, náði frí! Frá tíð til tíð er hetta orðið: Náði frí, náði frí! Frá strond til strond hitt boð er borið: náði frí, náði frí! Og tá ið tíðin úti er, Guds vitni sigurskrúnu ber; hin songur allar ævir er: náði frí, náði frí! Emma Johnston. (Jákup Olsen týddi). Ella: Skjótt í Himli skal ein veitsla verða, full av gleði, sælu, hvíld og frið, og frá Gudi vit innbjóðing bera hoyr nú, sál, vilt tú ei vera við? Harrin við teim gjøgnumstungnu hondum inniliga, eymt tær býður her; skunda tær til hann úr trælabondum, hugsa, hvussu skjótt tað ov seint er! Hoyr tí, sál, nú, meðan kallið ljóðar, far ei meir ta myrku syndaleið! Skjótt ei longur Harrin tær inn bjóðar, skjótt, ja, skjótt skal kallið ljóða ei! Skjótt eitt annað boð tær Harrin sendir, deyðin kemur, og hvat gert tú tá! Tá tú ov seint tær til Harran vendir, myrk og vónleys ævin er at sjá. Hoyrið tí í dag, tit sálir mongu, ung og gomul, menn og kvinnur, nú! Vandin stórur er hjá tykkum longu, náðistundin er brátt úti jú. Ver nú kvik, á sál! Tí eingin skattur, sum tú átti, hesin líkur var; og tá hurðin fyrst er latin aftur, tá tú bankar, men fært einki svar. ( Danielsen týddi). Kom til tín Frelsara, lít hann á! Alt, ið tær tørvar, er hann. Tá skal tín samvitska hvílu fá, alt, ið tær tørvar, er hann. Stíg nú á lyftini út í dag, frelsa nú býðst tær, á, svara ja, trúgv, og títt hjarta skal sanna tað: Alt, ið tær tørvar, er hann! Syndini sigur vann Jesus av, alt, ið tær tørvar, er hann; frelsan er stór sum hitt víða hav, alt, ið tær tørvar, er hann. Kom til hann, trúgv á hann, sum tú er, longur ei byrðina tungu ber, tak móti frelsuni nú og her! Alt, ið tær tørvar, er hann. Sjálvur tú skilir ei tína neyð, alt, ið tær tørvar, er hann; hoyr bert Guds lyfti og lít á tey! Alt, ið tær tørvar, er hann; Jesus teg kallar, sig ikki nei! Dømdur tú ert, um tú hoyrir ei, ivast ei, vel nú ta góðu leið! Alt, ið tær tørvar, er hann. Carrie Breck (Amer.), ( Danielsen týddi). As-as. Hevur tú strítt undir lógini bundin, kennir tú hennara svíkjandi troyst: Enn ert tú komin ov stutt, tað er grundin, tí er tín sál ei úr ófriði loyst. Halt tú bert á, tú skal sigra umsíðir! Soleiðis uggaði lógin títt kjøt; aldri tó upp runnu ljósari tíðir, aldri so kom hon, hin hvíla so søt. Hevur tú kent tá við krossin at lenda, stýra um brimgarðin inn, inn í havn, eyguni burt av tær sjálvum at venda, síggja Guds Son og hans út breidda favn? Hevur hann peikað tær á sína síðu og sína hond og sagt: Friður við tær! Hevur tú lýtt á ta røddina blíðu: Frælsur tú ert, tí eg lógina bar! Tá kanst tú siga og siga av sonnum: Friður er ei í, hvat menniskja kann, frelsa hjá syndigum, doyggjandi monnum er í Guds Soni og trúnni á hann! Victor Danielsen, G-h. Er tín dagur fyltur av sorg, hjartað mótleyst á tær? Byrðina bar hann á Golgata, Jesus er sára nær. Niðurlag: Byrðina bar hann á Golgata, Golgata, Golgata, byrðina bar hann á Golgata. Jesus er sára nær. Kasta alt á Jesus í dag, ber bert ótta tín har. Byrðina bar hann á Golgata, Jesus er sára nær. Hvørja hjartasorg og hvørt tár, vinur, Frelsarin sær. Byrðina bar hann á Golgata, Jesus er sára nær. John Moore. ( Zachariassen týddi). Tann, sum á Guds einborna Son trúgva vil og kross hans og deyða vil halla sær til, ein fullkomin frelsa er tilgjørd til hann, og heilt og óbroytandi reinsast hann kann. Niðurlag: Tín Frelsari kallar og bankar í dag, lat upp nú tí, sál, svara kallinum ja! Tær fulla og æviga frelsu hann vann, og heilt og óbroytandi reinsa hann kann. Tann, sum bert í trúgv fer til Frelsarans fót og søkir í blóðinum frelsu og bót, skal síggja, at ævigt hann reinsaður er og eigur tann frið, sum ei frá honum fer. Tann, sum søkir reinsan í hjarta og sinn og svarar, tá Frelsarin bankar: Kom inn! Skal fullkomna frelsu og æviga fá, so dómur og vreiði hann aldri skal ná. Og tú, sum tín klædning har tváaðan fekk, hjá Lambinum tí, sum á Golgata hekk, far út til tey mongu í synd og í neyð, ber orðið um fullkomna frelsu til tey! Elisha Hoffmman (Amer.), ( Danielsen týddi). Frá himmalskum sendiboð tíðindi glað hin skelvandi sálin nú fær: Frið yvir jørð Gud boðar í dag, alt gleðist, tí Jesus er nær. Niðurlag: Júst nú kemur Jesus framvið, júst nú kemur Jesus framvið! Um stór synd tín var, hann spyr eftir tær; júst nú kemur Jesus framvið! Tey tíðindi boða um frelsu og vón, og eingin er burt koyrdur, nei! Hin deyði fær lív, hin blindi fær sjón, har Jesus fer fram sína leið! Tann Jesus, hann ynskti Sakeus at sjá og skammaði seg ei við tað; hans hjarta fekk frið og heilsubót tá, og hús hans alt frelst varð hin dag. ( Danielsen týddi). Kom, sum tú ert, nú til Jesus, sál, sum í vantrúgv er blind! Blóðið, sum rann úr hans sárum, reinsar frá allari synd. Niðurlag: Legg teg í Frelsarans armar, hvílu tær fá við hans bróst! Hoyr, sum tað stormar har úti! Her, her er friðfult og ljóst. Tímarnir renna so kvikir, skjótt er hon farin, tín tíð, skjótt skal tín lívslampa sløkna, enda tín gleði, títt stríð. Hví vilt tú longur tá drála har á tí villini leið? Verðin bert svíkur títt hjarta, hví søkir Harran tú ei! Tá ið hitt skínandi portur opnast ein dag uppi har, hvat hevði tú ikki givið, at tað fór upp fyri tær! Thomas Barratt (Noreg), ( Danielsen týddi). Hví troðkast mannamúgvan so, hví bera tey slík skundig boð? Hví flokkast tey so dag um dag, nú her, nú har, hvat merkir tað? Av hvørjum munni svarið er: Jesus úr Nasaret kemur her! Og hesin Jesus, hvør er hann, ið slíka rørslu elva kann? Hví virkar hetta navnið so? Hví elskar fólk so hesi boð, at fegin hvør til fundar fer: Jesus úr Nasaret kemur her! Jú, tað er hann, sum grøðir øll í smáttu og í høvdings høll; og hvør, sum líður, skundar sær, tá rópið ljóðar: Hann er nær! Hitt orðið gleði við sær ber: Jesus úr Nasaret kemur her! Tit syndafullu, komið nú! Tú troytta sál, hví drálar tú? Tú vilsti sonur, vend nú við! Hann býður náði, býður frið; tú falni, hjálp í hondum er: Jesus úr Nasaret kemur her! Men veitir tú tí ongan ans og spottar allan kærleik hans, so vendir hann sær frá tær brátt, og einaferð í myrku nátt, tá hjálp tú søkir, svarið er: Jesus úr Nasaret kemur her! Emma Campbell (Amer.). ( Danielsen týddi). Hiðan úr fjøtrum, kvølum og nátt leiti eg nú, Jesus, til tín. Frælsi tú veitir, gleði og mátt, Jesus, eg komi nú. Stríðinum úr, til himmalskan frið, dóminum úr, til ævigan grið, syndini sleppi, óttanum við, Jesus, eg komi nú. Hiðan úr vesaldómi og neyð leiti eg nú, Jesus, til tín. Finni ta trygd og dýrd, tú mær beyð, Jesus, eg komi nú. Kuldanum úr, til lívandi ból, ódnini úr, í logn og títt skjól, myrkrinum úr, í summar og sól, Jesus, eg komi nú. Hiðan úr gremju, iva og trongd leiti eg nú, Jesus, til tín. Bøtt verður alt og stillað mín svongd, Jesus, eg komi nú. Søki mær skýli, Jesus, tær hjá, kærleiki, lívgan fløðir tær frá, bjarging og troyst hjá tær kann eg fá, Jesus, eg komi nú. Hiðan úr dimmi, deyða og grøv leiti eg nú, Jesus, til tín. Ljós títt so bjart, tín náði sum høv, Jesus, eg kom nú. Díkinum úr, at Himmalsins strond, heim til tíns friðar, lívsælu lond, andlit títt kært tá skoðar mín ond, Jesus, eg komi nú. William Sleeper, ( Tyril týddi). Tá ið nú vit saman koma, endamálið eitt bert er: At tann sál, sum ófrelst gongur, frelst skal verða nú og her; tí Guds Andi, tí Guds Andi evangelium fram ber. Hetta eina mást tú gera, kæri vinur, ansa tí: Tú mást taka mót Guds Soni, yvir tí um markið stíg! Annars skalt tú, annars skalt tú søkka ævigt myrkur í. Tá ið tú nú aftur hoyrir, hvussu straffina hann bar, og at tú kanst fríur verða, tá at hann krossfestur varð, tak tá mót tí, tak tá mót tí, ger tað, og ei burtur far! Eingin frelsa er á foldum, um títt hjarta vrakar hann, einki annað navn er givið, harvið sál tín frelsast kann; trúgv tí, vinur, trúgv tí, vinur, á hitt blóð, í tín stað rann! Victor Danielsen, F- Av Harrans hond leidd vit mót heiminum ferðast. Tí heimi, har heiløg nú búgva so glað: Tú sál, sum enn ófrelst til undirgang stevnir, vilt tú ikki við til hin signaða stað? Niðurlag: Vilt tú við, vilt tú við? Vilt tú við, vilt tú við? Vilt tú ikki við til hin signaða stað? Hitt himmalska landið, tað veit ei av sorgum, bert gleði og lukku og frið kennir tað; tú sál, tyngd av angist, av pínu og longsli, vilt tú ikki við til hin signaða stað? Til hvørt eitt Guds barn er eitt hús gjørt til reiðar, tá burtur av fold tað skal fara ein dag; tú sál, sum ert heimleys, nú lívið brátt endar, vilt tú ikki við til hin signaða stað? Guds børn, haldið fram nú við dirvi og gleði! Vit trygt eru leidd jú av Jesusar hond; skjótt ganga vit glað á teim skínandi heyggjum, skjótt stígur úr havi hin himmalska strond. Niðurlag: Eg vil við, eg vil við! Eg vil við, eg vil við! Á ja, eg vil við til hin signaða stað! William Hunter (Írl.), ( Danielsen týddi). Hoyr hitt glaða frelsuboð! Hann talar, býður so: Evangelium nú hvørji sál fram ber! Ber tað fram til kvinnu, mann, sig við hvønn, hann frelsast kann, fyri okkum Offurlambið dripið er! Niðurlag: Kom, kom! Jesus vil teg frelsa, fyri teg jú doyði hann; svara nú Guds kalli ja, frelsan er tær nær í dag, legg teg í hans favn, sum eina frelsa kann! Vit sum Kristi sendiboð biðja teg frá Gudi so: Kom, forlík er gjørt, og syndin burtur nú! Kom nú trygt í Jesu navn í Guds opna faðirfavn, hygg, øll skuldin rindað er, og fríur tú! Nú hann kemur aftur skjótt, hetta er hitt hopið søtt, sum tey eiga, øll, ið kenna, elska hann; á, men, vinur, tonk uppá, hvør ein angur verður tá fyri tann, sum ikki frið hjá Honum fann! ( Danielsen týddi). Stíg upp, mín sál, á Nebo hæddir, skoða í trúgv tey ljósu lond, lýð á tey orð, sum heilsu bera frá tí fríðu, bjørtu, heimsins strond! Lurta, hoyr, tey við hásætið syngja, fyri Lambinum hørpurnar slá, øll tey vitni, sum sigurin vunnu, øll, ið krossin her litu seg á! Niðurlag: Vilt tú Jesusi møta við gleði á tí strond, har ei stormar sum her, vilt tú har við teim heiløgu hittast? Bygg á blóðið, har friðurin er! Eyganum lyft nú sál, mót Zion, gloym ei at søkja skatt tín har! Og skalt við Jesusi tú líða, størri lønin er, sum bíðar tær, í tí stað, har Gud sjálvur er ljósið, arvur liggur til hvønn tann, sum trýr; mást tú mangt fyri sannleikan tola, gloymt tað er, tá har uppi tú býr. Harrin í dag teg kallar, vinur, hoyr, hvat so enn tær forða má! Vanst tú enn alt, hvat kann tað hjálpa, um við tíni sál tú bøtti tá! Lurta tí, nú ið hurðin er opin, drála ikki nú longur ein dag! Nú ið frelsa er frí tær tilboðin. ivast ikki, men svara nú ja! ( Danielsen týddi). So langt eg kann minnast, so havi eg hoyrt um náði og frelsu og frið, um Gud, sum sín Son gav í okkara stað og altíð er við vára lið. So nógv, sum eg hoyrdi, so helt eg tó tað, at hetta var ei fyri meg, at hetta galt onnur, sum livdu í synd og tí máttu umvenda seg. Men tøkk fái Gud, at ein dagur upprann, tá hann vildi vísa mær tað, at leiðin, eg gekk, var ein undirgangsleið og bar mót fortaping ein dag. Hann vísti mær tá út á Golgata heyg, hvør søt var tann sjónin at sjá: Guds Sonur hekk har undir mínari synd, øll skuldin varð útstrikað tá. Eg fell har á knæ, og mín tunga varð loyst, eg tilbað mín Harra og Gud, sum strítt hevði stríðið og tikið mítt pláss, og frelsan har fall mær í lut. Mong ár eru liðin, men vitna eg skal, at hann er mín klettur, mín borg, hann leiðir, hann fylgir, hann varðar mín fót, ein vinur í gleði og sorg. Hvør signað at vita, at leiðin nú ber mót lívsins tí æviga stað; øll tey, sum í trúgv hava litið á hann, har frelst skulu standa ein dag. Men vinur, sum enn stendur ivandi her, tær tærvar eitt einasta stig, tak móti Guds Soni, kom lít á hans blóð, hann gevur tær frelsu og frið. Líggjas á Váli, Jesus í kærleika kallar á teg, kallar í dag, kallar í dag; hví vilt tú fara tá syndarans veg, longur og longur hvønn dag! Niðurlag: Kallar í dag, kallar í dag, Jesus nú kallar, so eymt hann teg kallar í dag. Jesus nú kallar hin troytta til frið, kallar í dag, kallar í dag; legg tína byrði tí føtur hans við, tak við hans náði í dag! Jesus nú kallar, á, hoyr tó hans rødd, kallar í dag, kallar í dag! Trúgv á hans orð, og tín sál verður grødd, bíða ei longur ein dag! Jesus tær bíðar, á, kom til hann nú, kom nú í dag, kom nú í dag! Hoyr hann, tak mót honum! Ella skalt tú vera fortaptur ein dag. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi) Jesus, mítt lív, Jesus, mín lyst og gleði, Jesus, mín troyst í hørðu royndartíð, Jesus, tann grund, har mína vón eg byggi, Jesus, mín styrki, mín hvíld gjøgnum lívsins stríð! Hygg, syndari, í Getsemane Jesu kvøl og angist, sveitta hans og sorg! Tað var fyri teg, júst fyri teg, hann doyði, fyri at vinna tær ein bústað í ljóssins borg. Hoyr Jesu róp: Fullgjørt er alt! tað ljóðar á, hvør ein sigur, myrkrið vunnið er, náðin er frí, hvør tann, sum vil, hann komi, komi og drekki hitt frelsandi lívsvatn her! Sál, drálar tú, ivast tú nú? Áðrenn ov seint verður, far í Jesu favn! Kom, júst sum tú ert, skyldigur, veikur, armur, stýr undan ódnini inn í hina tryggu havn! Tá ið so skjótt stríðið á jørð er liðugt, og tú skalt stíga yvir deyðans flóð, Jesus er nær, hann heim til sín teg tekur, har skalt tú gleðast, har hvíla skal sálin móð. Lovsongur har ljóðar mót tær, øll tey frelstu syngja, tú skalt syngja við; har skal ei synd, sorg ella saknur kennast, alt andar lukku, sælu og gleði og frið. ( Danielsen týddi). Á orð, av øllum dýrast, á orð, sum í sær ber alt ljós, og sum kann loysa hvønn dapran spurning her! Í angist, myrkri, iva, tá hjartans trongd var stór, hitt Jesu kom! eg hoyrdi, og til hans kross eg fór. Sál, vilt tú ikki koma til slíkan vin sum hann, ið tekur tína byrði og frið tær geva kann? Sig ei: Eg kann ei standa, eg falla aftur má! Hann frelsir, og hann halda tær skal sær sjálvum hjá. Hvar skalt tú annars finna í myrkrinum eitt svar! Hvar enn tú vilt tær venda, bert fáfongd eygað sær; nei, hoyr ta rødd, sum sigur: Kom, hvílu gevi eg! Og við hans kross tú skoðar ein greiðan lívsins veg. Mrs. Johnson. ( Danielsen týddi). Hoyr, á syndari, hoyr, hvat Harrin bjóðar: Fyri einki hann teg frelsa vil í dag! Hoyr nú, meðan hitt glaða boðið ljóðar! Tað kann vera, tú ei aftur hoyrir tað. Niðurlag: Kom tí, vinur, og hoyr, hvat Jesus sigur: Hann teg elskar og teg frelsa vil í dag! Á, hvør náði stór tað er, til sín bróður hann teg ger, kom, á, kom, og aldri skalt tú angra tað! Jesus Kristus er deyður og upp staðin, ikki betran, ikki gerðir krevur hann; alt varð fullgjørt á krossinum hin dagin, tá ið sigur yvir syndini hann vann. Hygg á Jesus, sum fyri okkum doyði! Hvør, sum trýr á hann, eitt ævigt lív skal fá; inn í hjartað, sum fyrr var tómt og oyðið, kemur friður, sum ei endi verður á. Enn í dag náðihurðin opin stendur, men í morgin tá alt umskift vera kann; kanst tú vraka tær naglamerktu hendur? Tak mót Jesusi, og trúgv nú, trúgv á hann! Alfred Samuelsen, Tá forðum lærisveinarnir í angist róptu sjónum á, tín rødd, á Harri, gjørdi logn, og leggjast mátti bylgjan há! Niðurlag: Hans rødd, hon tamdi villa hav, hans hond, hon sjón tí blinda gav, ei grøvin kundi binda hann, og hann, hann eina frelsa kann. Og hin, sum føddur blindur var, til tín hann kom, um hjálp hann bað, tín hond læt blindu eygu upp, til gleði vendist sorg tann dag. Tú lívið lætst á Golgata, í eina grøv tú lagdur varð; men upp við sigur reistist tú, ei deyðin kundi halda tær. Og tá ein vónleys sál í dag til tín sær vendir, troytt av synd, tú sendir frið í friðleyst bróst og gevur sjón í eygu blind. Trowbridge. ( Danielsen týddi). Um tín synd enn er reyð sum skarlak, sum sandur óteljandi er, gjøgnum Krist og hans ævigu náði teg reinan og frían Gud ger. Niðurlag: Um blóðreyð hon er, um blóðreyð hon er, gjøgnum Krist og hans ævigu náði teg reinan og frían Gud ger. Hoyr ta rødd, sum í kærleika kallar teg inn um tær upplatnu dyr, vinur, vend tær ei burt frá tí náði, sum nú eftir sál tíni spyr! Jesus stendur við dyrnar og bankar, hann bankaði fyrr enn í dag; á, lat upp! Hann skal bera tær frelsu, og frí verður sál tín og glað. Frank Davis. ( Danielsen týddi). Á náði, náði rík og stór, mín sál er frí, mín sál er frí! Hon leingi myrkurs leiðir fór, nú er hon frí, nú er hon frí, meg syndin leingi bant sum træl, men nú er sál mín frelst og sæl, og tí hon Gudi prísa skal, tí hon er frí, tí hon er frí. Niðurlag: Mín sál er frí, mín sál er frí, og farin er hin myrka tíð; ein sælan dag Gud gjørdi tað, at hon varð frí, at hon var frí. Mong ár mín sál í myrkri sat, men varð ei frí, men var ei frí; hon suffaði, hon bað og græt, men varð ei frí, men varð ei frí. Tá hoyrdi eg um Jesus, sum í mín stað hekk á krossinum, og tá eg trúði orðinum, varð sál mín frí, varð sál mín frí. Ja, Jesus stríddi, og í dag er sál mín frí, er sál mín frí; hon prísar Honum hjartansglað, tí hon er frí, tí hon er frí. At vinna onnur ynski eg, at vitna frítt á mínum veg, og harvið sál mín gleðir seg, tí hon er frí, tí hon er frí. Kom, sál, sum bundin, ófrelst er, kom og verð frí, kom og verð frí! Tí Jesus kallar á teg her, kom og verð frí, kom og verð frí! Á, drála ikki, kom í dag, hoyr orðið nú og lít á tað! Tann sál, sum ger tað, verður glað, tí hon er frí, tí hon er frí. ( Danielsen týddi). Hygg, teir í briminum søkka í dag! Frels ein, frels ein! Sálirnar reka til deyðan avstað; frels ein, frels ein! Niðurlag: Virkið tilsamans, Guds børn, verið snar, frels tey við bøn og við orðinum, far, hugsa, tann gleði, um ein heim tú bar! Frels ein, frels ein! Far út í myrkrið, har synd er og last! Frels ein, frels ein! Leið tey til Jesus, men ger tað við hast! Frels ein, frels ein! Brøður, vit mugu tey frelsa í dag! Frels ein, frels ein! Gud verður ærdur, og vit verða glað; Frels ein, frels ein! ( Danielsen týddi). Fríkeypt frá lóg nú, frelsa er funnin, Jesus er deyður, sigur er vunnin! Dømd vóru vit, og bjarging ei var, frelsu vit eina funnu har. Niðurlag: Við Jesu deyð, á sál, tak ímót tí, við Jesu deyð, á syndari, trúgv tí! Jesus galt skuld og straffina bar, greitt varð tað alt og fullgjørt har. Syndin ei ræðir, hóttir ei longur, dómur ei yvir sálini hongur; komið til mín! so segði jú hann, eg til hann fór, og frið eg fann. Hugsa, hvør stórt, Guds barn seg at kalla, vísur, ei undir dómin at falla! Kom tí, á sál, í dag, ja, kom nú! Atgang av náði eigur tú. Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Vit syngja um kærleika hans, sum læt lívið á Golgata træ, um hitt frelsandi, reinsandi blóð, sum rann út fyri okkum hin dag. Niðurlag: Frelsa frí fyri øll, sum seg líta á Jesusar blóð, frelsa frí fyri øll, fyri øll, sum seg líta á Jesusar blóð! Tað er bjarging og frælsi til øll, sum bert tváa sær í hesi flóð, tað er reinleiki, friður at fá við at trúgva á Frelsarans blóð. Tann, seg lítur á Frelsarans blóð, fyri vónina vissu skal fá, og eitt akker so trygt og so fast, sum ei svíkur, tá ódn brestur á. Um tú vrakar nú Frelsarans blóð, eingin vegur til lívið tá er, og tín sál tá í ævir fer burt, har sum deyði og vónloysi er. Kom og trúgv á hitt frelsandi blóð! Tað rann út fyri teg, fyri meg; eingin dómur skal raka teg tá, tí tín Frelsari tók hann á seg. (Jákup Olsen týddi). Harrin, við grøvina stendur hann, grætur, men veit, at hann frelsa kann; takið frá grøvini steinin við hast, og reisa hin deyða hann skal! Niðurlag: Burt steinin tóku tey, sum Harrin teimum beyð, og Lazarus hann reisir upp úr grøvini; á Harri, ger í dag tað verk á hesum stað, frels dýrabarar sálir her úr syndini! Jesus við sál tína talar stilt, spyr, hví tú bíða so leingi vilt, meðan so mong leggja byrðina av og finna sín frið við hans kross. Jesus á hjørtuni kallar nú, ófrelsta sál, á, hví ivast tú? Vakna úr syndini, sov ikki meir, tí Jesus skal frelsa í dag! Ora Samuel Gray. ( Danielsen týddi). Stíg fram til fólk mítt og troysta tey, ja, troysta tey, ja, troysta tey, ber boð um hvílu, sum Harrin beyð, til tey, sum troyttast og stríða! Far, friðarboðskapin glaða ber, og sig, at sigurin vunnin er, at teimum býðst nú av Gudi her, ja, náði æviga, fría! Tí fólkið alt, tað er hoyggj og strá, ja, hoyggj og strá, ja, hoyggj og strá, og eingin sterkur, sum lítist á, tey eru vónleys við alla; sum skúm á sjónum tey eru øll, sum tokan lætta, ið fer um fjøll, sum blóman fríða um grønan vøll, ið fyri líggja má falla. Men Gud er stórur í náðini, í vísdómi, í trúfesti; hans navn er Harrin vár Rættvísi, á navn hans verðin skal hopa; hann eigur himmal og hav og lond, hann hjørtu boyggir við síni Ond, hann málir havið við síni hond og missir ikki ein dropa. Ja, sig við fólkið: Hygg, hygg tín Gud, ja, hygg tín Gud, ja, hygg tín Gud! Og fangar koma úr fongsli út, og náttin víkur for degi; hin ræddi trýr, og hin blindi sær, og hoyra deyv bæði fjart og nær, hann syngur fagurt, sum stummur var, hin lamni leypur av gleði. Jørgen Santon (Danm.), ( Danielsen týddi). Kanst tú syngja hin songin nýggja, sál, tú, sum ert nú á lívsins ferð? Mangur, sum fekk Guds dýrd at síggja, lærdi hin songin á foldum her. Men tó fyrst tey tann tónan kendu, tá tey komu Golgata á og sítt eyga til krossin vendu men spyrt tú, hvat ið tey syngja tá? Hjartatrongdin, hon leiðir songin, evnið er Jesu Kristi blóð; vón og friður í mær var eingin, dømdur og heilt uttan Gud eg stóð; men Immanuel fór í stríðið, leyvan av Juda sigur vann, meg tí fyllir hin friður blíði, eg eina æviga frelsu fann. Upp á Golgata fór hin dagin myrkursins drottur til blóðigt stríð; kom, á syndari, til hin staðin, kom og hygg Frelsarans ásjón í! deyðans ræðsla hann hevur funnið, pílurin í hans hjarta gekk, har varð stríðið hitt stóra vunnið, myrkursins drottur har deyðsár fekk. Deyðin varð har av lívi vunnin, frelsunnarorðið hitt sæla sagt, himmalleiðin varð okkum funnin, klagarin mist hevur sína makt. Sælur eri eg gjøgnum blóðið, atgang til Himmalin eigi eg, frið fekk hjartað og andin móði, Gud til eitt náðiker gjørdi meg. Ingebret Thorkelsen (Noreg), ( Danielsen týddi). Eg kann við gleði nú siga frá, at tað er frelsa at fáa við bert í trúgv á Guds Lamb at sjá, hvør sál kann frelsuna náa; tað stendur skrivað í Harrans orði, at Jesus straffina hevur borið, kom, sál, og verð tí frelst í dag! Marius Absalonsen, f. Teir droymdu víst ikki um vanda, teir menn, sum smíðaðu ørkina, nei! Tó Nóa, hann fyri teim vitnaði enn, teir spottaðu, trúðu tí ei; men árla og síðla tó kallaði hann: Til dóm búgvin heimurin er. Ei drálið, tí hvør, sum bert vil tað, hann kann eitt skýli enn leita sær her! Niðurlag: Kom, syndari, kom! Í ørkini frelsa bert er; rúm er har til hvønn, sum til Gud vendir um, men drála ei, skjótur nú ver! Teir vildu tó als ikki hoyra hans orð, teir elskaðu vinning og heim; alt varð, sum tað var, inntil hann fór umborð, og vatnsflóðin tá náddi teim. Í angist og vónloysi róptu teir tá, hvat hjálpti nú øll henda verð! Og ørkin, har flýtur hon vøtnunum á við frelsu men stongd nú hon er. So, vinur, á, hoyr tó ta varandi rødd, sum kallar teg og býður tær! Og hvussu tín sál so er bundin og stødd, í dag er tó náðin tær nær; á, ger nú tó ikki, sum teir gjørdu fyrr hvør mong gera enn ikki tað! Tey venda sær burt, steingja hjarta og dyr og eru fortapt so ein dag. Harrington (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eitt hjarta er, ið hin sonin elskar, sum søkkur niður í synd og skarn, úr faðirhúsinum sær eitt eyga við umsorgan á hitt vilsta barn. Eitt oyra er, ið seg boyggir niður til tey, sum rópa um hjálp í neyð, ein tunga er, sum í náði talar við tey, ið falla, og reisir tey. Ein kelda er fyri tann, ið tystir, eitt lívsins breyð til tey svongu er, ein góður frístaður er og tryggur, har deyði, dómur ei skaða ger. Ja, kom til Jesus, og tú skalt finna alt, ið tær tørvar til sæluna! Tí Jesus, Jesus og hann aleina nóg mikið er alla ævina. ( Danielsen týddi). Prís veri Harranum, náðin er frí, náðin er frí, náðin er frí! Sál, tú, sum stríðir títt vónleysa stríð, náðin er endaleys, frí! Um tú Guds náði bert líta vilt á, náðin er frí, náðin er frí; frið skal tín friðleysa samvitska fá, náðin er endaleys, frí. Niðurlag: Jesus, tín Frelsari, hyggur á teg, hyggur á teg, hyggur á teg, milt og í kærleika kallar á teg, hyggur og kallar á teg. Hví halda fram á tí vónleysa veg! Náðin er frí, náðin er frí; andin teg kallar og stríðir við teg, náðin er endaleys, frí. Stýr mót tí ljósi, tín sál hevur sæð! Náðin er frí, náðin er frí; Jesus tær bíðar, vil frelsa í dag, náðin er endaleys, frí. Minst til tann kærleik, í hjarta hans var náðin er frí, náðin er frí tá fyri okkum hann straffina bar! Náðin er endaleys, frí. Blotna tí, hjarta, og kom til hann nú! Náðin er frí, náðin er frí; kom, sum tú ert, tá ert vælkomin tú! Náðin er endaleys, frí. Ja, tað er frelsa til hvønn tann, sum vil, náðin er frí, náðin er frí! Kom nú og krossin hans halla tær til, náðin er endaleys, frí. Jesus tær bíðar, á, lít á hans navn náðin er frí, náðin er frí stýr inn títt far í ta stormtryggu havn! Náðin er endaleys, frí. Henrietta Blair (Fanny Crosby (Amer.), ). ( Danielsen týddi). Hví svarar tú ikki Guds tilboði ja, tó verðin er oyðin og tóm! Hví vilt tú í óvissu liva tín dag. Og ganga til ævigan dóm! Niðurlag: Svara tó ja í dag, í dag, í dag, drála ei, sál tína kosta kann tað, svara tó ja í dag! Tá Andin teg minnir, minst til, at tú fært kanska einki tilboð aftrat! So tak móti ljósi, nú ljósið tú sært, stíg yvir og frelsa teg lat! Mót Jesusi tak, og so óttast tú ei, hvat framtíðin bera tær kann! Tak móti Guds náði, so førir tín leið til heimið, sum Jesus tær vann! Effie Wells Loucks. ( Danielsen týddi). Tann, sum Jesus ikki kennir, illa staddur er í dag; tíðin burtur frá tær rennur, Jesusi nú sig títt ja! Niðurlag: Enn er náðihurðin opin; hvussu leingi verður tað? Eingin veit frá tí at siga; tak mót Jesusi í dag! Endaleys er heimsins gleði, tíðin skjótt út runnin er, tak mót hesum frelsudegi, nú tað burt í myrkrið ber! Spyr ei um, hvat verðin sigur! Verðin kann ei hjálpa tær; hoyr nú tað, ið Jesus biður: Kom, tí tína synd eg bar! Tíðin svinnur burt úr hondum, fúka árini avstað; loystur verður tú úr bondum, um tú trúgva vilt í dag. Um tú Jesus nú vilt velja, aldri skalt tú angra tað, sum Guds barn tú kanst teg telja, alt tú vinnur tá í dag. Óli Reinert, Ella. Hoyr, hvat Harrin hevur gjørt, at sín Son hann okkum gav, til ta verð, sum djúpt fortapt og fallin lá! Hann ígjøgnum Jesu blóð lyfti vára byrði av á tann náði, sum í Kristi er at fá! Niðurlag: Kom, kom, kom! Alt er til reiðar; kom, júst so veikur, sum tú ert! Á, sum alt tá verður ljóst, á, sum lætna skal títt bróst! Um tú kemur, á, so sælur ert tú tá! Nú er frelsudagurin, stundin lagalig er nú, nú Gud stendur og tær breiðir út sín favn; rættferð, ævigt lív og frið fyri einki nú fært tú, nú er frelsa full at fá í Jesu navn. Tí í heiminum og synd skalt tú aldri finna frið, bert í Jesusi tín sál kann gerast glað; á, so hoyr tá Harrans rødd, nú hann kallar, og kom við, kom og fylgst við okkum heim til Lambsins stað! ( Danielsen týddi). So nær við Guds ríki! Á, hvat fattast tær? So nær við Guds ríki! Hvat forðar tær har? Slepp, slepp hvørjum avgudi, hvør hann so er, og vend tær til Jesus, sum bíðar tær her! Niðurlag: Hann kallar á teg, nú Jesus teg kallar, hann kallar á teg. So nær, at tú sært, at Guds børn eiga tað, sum verðin ei kennir og ei hevur sæð! So nær við Guds ríki! Far yvir um tá, og tað, Guds børn eiga, skal hjarta títt fá! Í vónloysi doyggja er beiskasta neyð; søkk ei uttan Kristus í ævigan deyð! So nær við Guds ríki! Tak mót tí í dag, nú náðin tær býðst, svara til boðnum ja! ( Danielsen týddi). Tín Frelsari tolin tær bíðar í dag, hann bíðaði ár eftir ár; á, hoyr hann, tí tá fyrst tín sál verður glað, tá fyrst grøðast tey svíðandi sár! Niðurlag: Tín Frelsari kallar júst nú; vilt tú ikki koma júst nú? Hoyr rødd hans nú í dag. Og tín sál skal verða glað, á, kom, og ver frelstur júst nú! Av kærleika stórum her niður kom hann og leið fyri teg, fyri meg, og sæl er tann sál, sum í deyða hans fann rættferð, frelsu og frið fyri seg! Enn, enn hann teg kallar; so drála ei tá, men kom í hans víðopna favn! Tí annars í dóminum søkka tú má, tó tú kundi nátt tryggur í havn. ( Danielsen týddi). Kom, hvør ein sorgfull sál, og trúgv! Hjá Gudi náði er, og Jesus skal tær geva frið, hann kærleik til tín ber. Niðurlag: Lít bert á hann, lít bert á hann, lít bert á hann nú! Hann teg frelsir, hann teg frelsir, hann teg frelsir nú. Tí Jesus læt sítt dýra blóð at frelsa hvønn og ein; kom, í tí keldu tváa tær, og sál tín verður rein! Ja, hann er eina vegurin til hvílu fyri teg, og lívið býður hann tær her við trúgv, við trúgv á seg. Hví ivast tú? Man náði hans til tín ei røkka við, og hevur offurdeyði hans til tín ei vunnið frið! Stockton (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ein leið til frelsu eina er givin foldum á, ein grund, bert ein til frelsu, og Jesus Krist er tað. Niðurlag: Ei annað navn er givið, ei annar vegur er; tað er Jesus Kristus fyrst og síðst, hann eina frelsu ber. Ein hurð bert opin stendur til Himmalin í dag, eitt offur bert á foldum burt tekur syndina. Mín songur er um Jesus, sum doyði fyri meg, hans kross, hans kross aleina til æru havi eg. Philip Bliss (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Hitt boð um náði aftur ber, lat meg tað hoyra fá! Tað ei nóg ofta talað er, at hvør tí trúgva má. Niðurlag: Ei nóg nógv vitnað er, ei nóg nógv vitnað er, hitt boð, hitt boð um náðina ei nóg nógv vitnað er. Um frið eg mangan talaði, men ei eg kendi hann, til troyttur, hjartasjúkur eg Guds fríu náði fann. Mín gleði er, við Kristi kross til hvílu seta meg; men inntil sál mín fann hin stað, ei hvílu kendi eg. Men hvat skal tað ei vera tá at prísa honum har, í ævigari dýrd hann sjá, sum syndir mínar bar! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Øll verðin í deyða og myrkrinum lá, men ljósið á jørð varð Jesus; hann steig upp sum sólin úr náttini tá, og ljósið á jørð varð Jesus. Niðurlag: Kom til hitt ljós, tað lýsa skal tær! Undurfult rann tað upp fyri mær; tað gav mær sjón, tá blindur eg var; ja, ljósið á jørð er Jesus! Og myrkrið veik burtur, tað misti sín mátt, tí ljósið á jørð er Jesus; og frelsa og lív til tey deyðu er nátt, tí ljósið á jørð er Jesus. Á, sál, tú, sum gongur í angist og frykt, hoyr, ljósið á jørð er Jesus! Í honum er friður og hvíldarstað trygt; tí ljósið á jørð er Jesus. Á jørð og í Himli er sólin bert hann, ja, ljósið er eina Jesus; og sæl er tann sál, sum ta sólina fann, hitt æviga ljósið, Jesus! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Onkur um Himmalsins portur fer skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú, skoðar tað land, har ei deyði er; skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkur á gullgøtum ganga skal, hoyra hitt himmalska hørpuspæl, gleðast í endaleyst dagatal; skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkur skal krossin nú leggja skjótt skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú hvíla sítt høvur og hjarta møtt; skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkrum hon bíðar, hin hvíla blíð, har sum ei kend eru sorg og stríð, friður og gleði bert alla tíð; skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkur skal rópa: Tak móti mær! Skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú, hoyra eitt svar bert: Far frá mær, far! Skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkur skal søkja, men finna ei, einaferð opin lá lívsins leið, kallið hann hoyrdi, men segði nei; skal eg skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkur skal syngja um lív og frið skjótt ein dag nú, skjótt ein dag nú, einglum og heiløgum savnast við; skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? Onkur skal hittast á gyltu strond, knýta tey aftur, tey brostnu bond, burt farnum vinum har rætta hond; skal eg, skalt tú, skal eg, skalt tú? James McGranahan (Amer.), ( Danielsen týddi). Títt evangelium mín harða vilja vann; Gud heimin elskaði, og Son sín sendi hann, at hvør og ein, sum trýr hann á, skal ævigt lív og frelsu fá. Sum ormurin gav lív til hvønn, sum á hann sá, so Gud sín egna Son læt heingja krossin á, at hvør og ein, sum trýr á hann, eitt ævigt lív og frelsu vann. Til frelsu, ei til dóm kom Jesus niður her, men tann, sum ikki trýr, hann longu dømdur er; men hvør og ein, sum trýr á hann, eitt ævigt lív og frelsu vann. So, sál, hoyr hetta orð! Tín frelsa er í tí; títt egna ónýtt er, øll bøn, øll gerð, alt stríð; tí tann er frelstur, eina tann, sum sær Guds Son og trýr á hann. Arthur Pierson (Amer.), ( Danielsen týddi). Hoyr, tú sorgarfulla hjarta, sum av syndini er tungt! Jesus, hann er ljósið bjarta, hann kann gera hjartað ungt. Jesus gevur sanna gleði; hvør vil ikki hoyra tað! Jesus eigur kraft og megi til at frelsa teg í dag. Stokkut lívið er á foldum, lívið skjótt út runnið er; skjótt vit hvíla undir moldum, hvat tá nyttar henda verð! Alt av hesi verð meg pínir, tí alt deyðans merki ber; hvar tá hvíla tankar mínir? Burtur í tí nýggju verð. Eina nýggja jørð vit fáa, tá hin gamla upp er brend; tá skal deyðin ikki ráða, sorgin er har ikki kend. Á tí nýggju jørð vit frøast, lívið ongan enda fær, aldri vit í stríði møðast, lukkan varir ævigt har. Óli Reinert, Guds náði, hon er sum eitt veraldarhav, so botnleys og endaleys víð; lat ganga tí teymin, høgg landtogið av, og legg út, har ið náðin er frí! Niðurlag: Legg út, legg út á hav, høgg av, hvat forðar tær, legg út, legg út, út á Guds náðihav! Einki tær fattast har. Men mangur enn liggur við teymin í dag; hann havið av náði víst sá, men torir ei loysa og halda avstað, og kann tí ikki hvíluna ná. Ein annar, hann loysir, men drálar tó, har sum stilli og deyðavatn er; hann ræðist, tá havið hitt víða hann sær, og hann ivast, um náðin hann ber. Nei, sælur tann maður, sum ivast ei her, men sleppir fortoyning í dag! Hann sælur skal síggja, at náðin, hon ber, og hans troyttaða sál verður glað. Simpson (Amer.), ( Danielsen týddi). Hvat kann syndir burtur tvá? Jesu blóð, og tað aleina; hvar kann frið títt hjarta fá? Í tí dýra blóði eina. Niðurlag: Á kelda, dýrabar, har frið eitt hjarta fær! Av tí eg rósi mær, Jesu blóði, tí aleina. Hetta reinan gjørdi meg, Jesu blóð, og tað aleina; fríur, frelstur standi eg í tí dýra blóði eina. Eina hetta frelsa er, Jesu blóð, og tað aleina; syndabyrðin burtur fer í tí dýra blóði eina. Hesum rósi eg mær av: Jesu blóði, tí aleina; kom og trúgv, og friðin hav í tí dýra blóði eina. Sál, sum stríðir, hygg á tað, Jesu blóð, og tað aleina; kom, verð reinur nú í dag í tí dýra blóði eina! Robert Lowry (Amer.), ( Danielsen týddi). Ígjøgnum Jerúsalems gøtur ein maður blóðsligin fer; bert hatur og háð honum møtir, ein kross á herðum hann ber; teir tornir hans høvur særa, hann fer til kvølfullan deyð; hvat fær hann tann veg at fara? Hann minnist okkara neyð. Í urtagarðinum lá hann, og sveittin blóðigur fleyt, ónevnilig ræðsla gekk á hann, og náttin inn á hann breyt; men tóat hann hoyrist klaga í angist til Faðir sín, ei vil hann seg undan draga hann minnist til tín og mín. Tó tyngsti tímin var eftir: Tá hann á krossinum hekk, tá hann av vreiði Guds mettur í myrkri deyðstingin fekk; mín Gud, á, hví fórt tú frá mær? Eitt róp gjøgnum loftið skar; tann tyngd, tann kvøl, hann bar á sær, tað okkara byrði var. Hann okkara synd vildi bera; hvat tykist tær nú um hann? Skal sál tín bjargað nú verða, tí blóð hans fyri teg rann? Krossfest hann! róptu teir forðum; men svara tú ikki tað! Hann kallar við kærleiksorðum tak tí mót honum í dag! Victor Danielsen, Mangan last tú søguna um tann kross, har Jesus deyðan fann, har tín skuld varð rindað av blóðinum, úr síðuni særdu rann. Niðurlag: Mangt hjarta er brostið í stríðnum her, mong sorgin kann níva fast, men Jesusar hjarta ta einu ferð í tín stað og mín stað brast. Mangan last tú við um tann tornakrans, hans heilaga høvur bar! at hann bað sín Gud fyrigeva teim, ið negldu hann fastan har. Og tú last, hann frelsti ein ránsmann har, sum leið fyri gerning sín; hann hugdi á Jesus í deyðans stund og segði bert: Minst til mín! Ja, tú last, hann hugdi til Himmals upp og segði: Alt er gjørt! Kanst tú siga: Takk, Harri! Deyði tín til lívið meg hevur ført! Thomas Dennis, um ( Danielsen týddi). Um Harrin teg kallaði nú í dag, á vinur, at møta sær, um eyga títt nú hevði endan sæð, hvat dámdi tað møti tær? Niðurlag: Á, hvør er tín framtíð, um Harrin teg kallar í dag? Sig, ert tú til reiðar, ja, vinur mín, sig, ert tú tað? Um Harrin teg kallaði nú í dag, hvat hevði tú svarað tá? Sig, kundi tú glaður hans ásjón sæð, um nú tú fórt foldum frá? Um Jesus kom aftur og tók við skund tey frelstu har heim í frið, sig, komst tú við teimum tá har á fund, og vart tú tá tikin við? Ver ansin, ver ansin, til reiðar ver, tí lívið fer skjótt sín veg! Og um tú ei frelsuni fagnar her, skal dómurin finna teg. Ida Reed. (Jákup Olsen týddi). Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra, fara hin tronga vegin á? Tann, sum til reiðar er at fylgja, hann skal víst lívsins krúnu fá. Niðurlag: Hvør vil í dag, hvør vil í dag, hvør er í dag, sum vil hoyra Jesus? Hvør vil nú stíga á ta trongu leið og fylgja Jesusi? Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra, líða við honum skomm og spott? Hvør vil í Jesu fótspor stíga, fylgja honum bæði dag og nátt? Hvør er, sum Jesu kall vil hoyra, hvør vil nú vitna um hans navn? Kom, halt teg til hin frelsta skara, legg teg í Harrans opna favn! ( Danielsen týddi). Eitt sinn enn hin góða boðskap gjøgnum orðið hoyrdi tú; vilt tú gera, sum tað býður, vilt tú søkja Jesus nú? Niðurlag: Kom og trúgv nú, kom og trúgv nú, kom til Jesus, hygg og liv! Kom og trúgv nú, kom og trúgv nú, kom til Jesus, hygg og liv! Fyri vári víkti vetur, summardag tú svinna sást, heystartíðin kom, hin myrka; tó tú stendur, sum tú stóðst. Jesus bíðar enn í tolni; dvøl ei longur, ger nú av! Nú ið Andin við teg stríðir, tak ta frelsu, Harrin gav! Lat nú alt títt egna fara, kenslur, hugsanir og alt! Eina trúgva, ikki føla, tá tú Andan fáa skalt. Gev nú Gudi viljan allan, lít á Jesu dýra blóð, hvíl á orðinum tí trygga, tí, sum fast í ævir stóð! Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Ein neyðstødd kvinna kemur til Jesus, hon hugsar so við sær: Um bert eg nema kann við hans klæði, so vil tað hjálpa mær! Niðurlag: Kom, nem í trúnni við Jesus, og fríur verður tú! Hans frelsandi blóð tær gevur lív, og gevur tær tað nú. Hon kom við ræddum, skelvandi hjarta, men tó í trúgv á hann, og brátt hon kendi tá, at frá honum ein lívsins streymur rann. Hon hevði roynt øll ráð her á foldum og allar ognir oytt; men alt bert hevði gjørt hana verri og ongan bata veitt. Hann vendi sær og segði: Mín dóttir, tín trúgv nú frelsti teg! Og hon við lættum, friðfyltum hjarta í gleði fór sín veg. Enn hesin sami Jesus kann frelsa, ja, frelsa nú og her; í gjár, í dag, í aldur og ævir, hin sami hann jú er. George Root (Amer.), ( Danielsen týddi). Tú, sum viltist burt frá heiminum, burt frá lívinum og ljósinum, á, hvør beiskt tú mangan kennir, hvussu syndin pínir, brennur! Kom tú heim aftur til Faðir tín! Har er ljós og friður, breyð og vín, hann teg elskar, býður tær til sín, á, kom nú, kom! Niðurlag: Náðin lyftir av tær byrðina, blóðið burtur tekur skuldina, sigur fært tú yvir syndina, á, kom nú, kom! Kom nú, armur, sjúkur, sum tú ert! Jesus býður tær at koma bert; hann vil ongan frá sær stoyta, sum í neyð til hann vil leita; hann er deyður fyri teg og meg, syndir várar legði hann á seg, Harrans ynski er at reisa teg, á, kom nú, kom! Stutt og tóm er frøin her á fold, rósan reyða verður brátt til mold, lívið skjótt sum streymur rennur, deyðin onga miskunn kennir; sum tú sáar her, tú heystar har, ver tí klókur nú og ansa tær! Enn kann reisast alt, sum fallið var, kom tí í dag! Booth (Ongl.), ( Danielsen týddi). Boðskapur ljóðar um heimin, ljóðar um semju og frið; øll biður Jesus at koma, sessast við hansara lið. Niðurlag: Friður er har, sæla er har! Har, tínum Gudi og Skapara nær, Jesus, sum tær hevur bjargað og teg út loyst, sært tú har. Farið um gøtur og vøllir, biðið inn lamin og blind, fátæk og sjúk latið hoyra, kvittað er øll teirra synd! Fattast teim hátíðarbúna, eingin skal firnast av tí; klædningur liggur til reiðar til hvønn at lata seg í. Sál, hvørjum bíðar tú eftir? Hví ikki koma í dag til Jesus, kærasta vin tín, sum gav sítt lív í tín stað! Kom, meðan hurðin er opin! Slíkt boð ei aftur tú fær; kongur tín býður tær koma, búgva í ævir hjá sær. Alt fyri Jesus lat fara, slitna lat eymastu bond! Ognir og góðs er eitt lán bert, sum tær gav hansara hond. Sanna Apol, So víða á jørð, sum sól skínur á, ei menniskjabarn er at finna, sum Harrans náði ei veit at ná, um tað hana fegin vil vinna. So gjølla hann kennir ta djúpastu trá, sum móti tí æviga skoðar, hann vitjar tað hjarta, sum ei veit sær ráð, teim falnu frá frelsu hann boðar. Hans orð vekur lív í tí deyðu sál, í andanum ljós hans upp rennur, hann gevst ikki, fyrr enn hann nær sítt mál: At hjartað sín Frelsara kennir. Og vart tú enn fjaldur í myrkastu vrá, og viðkennist eingin teg longur, um bundin í syndini sál tín lá, um sjúkur til deyðan tú gongur. Ja, er enn tín synd so sum himmalin há, er vónin og gleðin bert minnir, er fortíð og framtíð sum náttin at sjá, ein nátt, sum ei nakra tíð svinnur. Á, er bert í hjartans innastu grund eitt róp enn um frelsu at vinna, so skal tó koma hin glaða stund, tá Gud tú skalt kenna og finna! Og finnur tú hann, so finnur tú alt, sum hjarta títt eftir kann tráa, tá lívið hjá honum tú eiga skalt, tað lív, ið ei enda skal fáa. Wilhelm Wexels (Noreg), ( Danielsen týddi). Ein undurkelda man líða við lívi og heilsubót, hon lívgar øll tey, sum stríða, og styrkir troyttaðan fót; av Golgata heyggi hon rennur, hin blóðkelda, rein og góð, og sælur hvør ein, ið kennir ta lívsins frelsandi flóð! Og hvar á fold hon enn flýtur, har skapir hon lívið nýtt, hon vónloysisokið brýtur, og hjørtuni sláa frítt; á oyðimørkum, har eina fyrr tistil og illgras vøks, har alir hin flóðin reina skjótt vínber og búnað øks. Og tá ið eitt brotið hjarta í flóðina verður søkt, tá víkur náttin hin svarta, og brennandi bál verður sløkt; í hesi kelduni lekjast ógrøðandi syndasár, her deyð kunnu aftur vekjast, og vetur vendist í vár. Tú rædda sál, tú, sum gongur í hesi friðleysu verð, gakk ei í vónloysi longur, nei, vend tær til kelduna her! Og tá ið tú boyggir teg niður hjá henni í angur og trúgv, skal gleði og sannur friður í hjartanum festa búgv. So takka vit tær og prísa, hálovaði Frelsari, at náði tú vildi vísa tí syndigu ættini! Tí keldan, ið okkum nú grøðir, úr tínum sárum rann út, og tað, sum nú okkum frøir, tað voldi tær sorg og sút. Steffensen (Danm.), ( Danielsen týddi). Skjótt skal ljós av himli skyggja, kongur vár í dýrd tá sæst; hann við einglaskarum kemur, tekur síni heim við hast. Niðurlag: Berið boð á vegamótum, skjótir tíðin nær jú er! Ja, skjótt rivna skýggj á himli, Jesus sjálvur kemur her! Virka, breið hin glaða boðskap, grøð tey sjúku, kvikur far! Vilt fortapt tú síggja bjargað, ver tá skjótur hann er nær! Dagar renna, stundin nærkast, Himmalkongur er brátt her; tekin skillig hvønn dag síggjast troyst tað Harrans frelstu ber. Thomas Barratt (Noreg), ( Danielsen týddi). Dk. Dk. Sál, sum ófrelst, friðleys gongur, tráar eftir frið at fá, trúgv á Jesus, sum teg keypti! Synd tín út varð strikað tá. Lov og tøkk, at Harrin Jesus doyði fyri teg og meg! Trúgv bert orðinum, hann segði! Hann skal ikki svíkja teg. Hann á krossi verkið gjørdi, rópti hart: Tað fullgjørt er! Trúgv á Gud, og trúgv á Jesus, sum hitt orðið segði her! Trygt í Jesu favn teg kasta! Ongan burtur koyrir hann, sum seg í hans hendur gevur lít á hann, hann deyðan vann! ( Danielsen týddi). Um nú Jesus kom í dag, og basúnin hoyrdist nú, fann hann teg tá millum síni, stendur í hans flokki tú? Ert tú reinur við hans blóð, kanst tú glaður svara ja? Skalt tú frelstur skoða hann, um nú Jesus kom í dag? Niðurlag: Væntar tú Guds Son til frelsu, eru samdir hann og tú? Ert tú reinur og til reiðar, um at Jesus kom júst nú? Um nú Jesus kom í dag eftir síni brúður her, eru vit tá øll til reiðar, búgvin til ta skjótu ferð? Vinur, ert tú frelstur, sig? Kanst tú ikki siga tað? Á tann vanlukka hjá tær, um nú Jesus kom í dag! Skjótt skal Harrin koma nú, tíðin vísir tað so klárt, orðið, Andin, alt tað vitnar, hetta styrkir hopið várt. Men tú sál, sum ófrelst er, tú kanst ikki vera glað! Søk tí frelsu, ger tað nu! Jesus koma kann í dag! Harriet Jones. ( Danielsen týddi). Bert nakrar stundir enn, bert nøkur ár á fold, so eru vit ímillum tey, sum hvíla undir mold. Ger teg til reiðar, sál, til henda stóra dag! Teg reinsa lat í blóðinum, teg frelsir eina tað! Bert nakrar ferðir enn skal sólin rísa her, so eru Guds børn komin, har sum einki myrkur er. Men eigur tú tá, sál, ein bústað uppi har, tá sólin hina síðstu ferð er risin her hjá tær? Bert nakrir stormar enn á hesi myrku strond, so skulu Harrans vinir sjá tey ljósu, føgru lond. Men tá títt eyga, sál, hin síðsta dagin sær, skal stormur ella stilli tá í ævir møta tær? Horatius Bonar (Skotl.), (Jákup Olsen týddi). Guds kærleika eg høgt vil prísa, sum í hans Soni vístur er, sum náði fekk hann til at vísa tí falnu ætt á foldum her; á meg og mítt ei meir eg hyggi, men á hans fríu náði byggi. Mítt hjarta kendi onga gleði, fyrrenn eg kom til Kristi kross; ei friður fanst á mínum vegi, men har er nú mítt hvíldarpláss; ei nakran lætta sál mín kendi, fyrrenn hon sær til krossin vendi. Har varð Guds hjarta opinberað, hans kærleiki seg vísti har, sín Son til synd hann vildi gera, Guds svørð har í hans hjarta skar; á sál, um tú tann kærleik kendi, tú ei í dag tær burtur vendi! Hvør gleðist ei hin frelsti skari og syngur prís til Jesu navn! Hann eina eigur lov og æru, bert hann er fólks síns borg og havn; hann læt sítt hjartablóð út renna, at lív og frið vit skulu kenna. Gerh. Tersteegen (Týskl.), ( Danielsen týddi). Langt, langt frá Gudi sum trælur eg lá, kendi ei náðina; fríur eg varð, tá ið Jesus eg sá bløða á Golgata. Niðurlag: Signaða Golgata, signaða Golgata, har bøtt fyri synd varð, út strikað mín skuld signaða Golgata! Frígjørd av honum mín sál syngur glað: Æra, halleluja! Ja, henda nýggja og lívsæla dag syngur um Golgata. Andan sum innsigli gav hann og pant, tá ið hann fekk mítt ja; at honum sjálvum hans hvíla meg bant hvílan við Golgata. Skjótt skal hann koma ta vón eigi eg taka heim brúðrina, og tá við Himmalsins heri skal eg syngja um Golgata. Kom, kæra sál, tú, sum útveg ei sær, kom og kenn náðina! Jesus, hann syndina, straffina bar hin dag á Golgata. Niðurlag: Boygg teg við Golgata, boygg teg við Golgata, har bøtt fyri synd varð, út strikað tín skuld boygg teg við Golgata! Johs. Granberg (Svør.). ( Danielsen týddi). Kemur tú í kvøld til Jesus, sum eymt teg elskar, sig? Hann vil teg fegin frelsa og geva lív og frið; tína synd tað av kann tváa, Guds Sonar dýra blóð; á, lít nú á hans lyfti, tey geva hvíld og ró! Niðurlag: Vilt tú koma heim í kvøld, vilt tú koma heim í kvøld? Kemur tú í kvøld til Jesus út úr myrkri inn í ljós? Vilt tú koma heim í kvøld, vilt tú koma heim í kvøld til tín Faðir, sum teg elskar vilt tú koma heim í kvøld? Kemur tú í kvøld til Jesus? Hann bíðar eftir tær; nú drála ikki longur, ei longur burtur far! Vilt tú nú teg lata frelsa og líta á hans orð? Kom, meðan enn hann kallar, og set teg við hans borð! Kemur tú í kvøld til Jesus? Sig, sig, hví drálar tú? Nóg leingi vart tú burtur ver kvikur, kom kom nú! Í heiminum er órógv og synd og sorg og neyð, og síðan deyði, dómur kom tí, sum Gud tær beyð! ( Danielsen týddi). Úr dýrdsveipta Himli, frá Faðirs síns hond, Jesus, mín Frelsari, steig í mannalíki til synddapran dal og krossdeyðan fyri meg leið. Niðurlag: Kann eg annað enn elska hann, hann sum meg elskaði fyrst! Loystur úr synd eg friðin fann, lívgað er sálin so tyst. Í undran og ærufrykt siga má eg: Hvat var tað, higar hann dró at loysa syndara, arman sum meg og tváa meg reinan sum snjó! Á friðleysa sál, er títt vónloysi stórt, frelsa hann vil á, gev ans hans róp á krossi, so hart hoyr: Fullgjørt! Tak nú móti kærleika hans! Halldór Olafsson, Kom og skoða Frelsara tín á knæ, hans kvøl og sveitta hans, kom og síggj hann hanga á krossins træ, síggj hin hvassa tornakrans! Niðurlag: Hann stillur sum lambið í deyðan fer og gongur ta kvølfullu leið, í tín stað sárini djúpu ber á menniskja, gloym tað ei! Kom og síggj, hvat Frelsarin tola má alt hatur, háð og spott! Tá teir tornakrýndan hann hyggja á, teir háða hans kongamátt. Hoyr, hvør sárt hann rópar í angist: Gud, hví fórt tú frá mær nú? Fyri tær at vinna ein sælan lut hann toldi tað hoyrir tú! Hoyr, hvat orðið sigur tær: Hygg á hann, sum heimsins syndir ber! Og at hvør, sum trúgva vil, frelsast kann; far, boð um hans náði ver! ( Danielsen týddi). Skammast við Jesus! Hvør er tann, ið torir skammast her við hann, við hann, sum einglar syngja um og prísa hátt í Himlinum? Skammast við Jesus! Vinin tann, sum eina, eina hjálpa kann! Nei, Harri, eg má skamma meg, at eg so lítið æri teg! Skammast við Jesus! Tað kann tann, sum deyðin ikki hótta kann, sum synd og sorgin ei kann ná, ei hevur sál, sum bjargast má. Men eg ei skammast vil við hann, hvørs blóð í mín stað sakleyst rann; bert hesa æru eigi eg: Hann skammaði seg ei við meg. Joseph Grigg, ( Danielsen týddi). Jesus teg bønar, hvat svarar tú, verður tú frelstur í kvøld? Um tú vilt trúgva, hann frelsir teg nú; verður tú frelstur í kvøld? Sorgarfult talar hann, hoyrir tú ei: Kanst tú í kvøld enn mær svara nei? Heldur tú fram tá ta gomlu leið? Verður tú frelstur í kvøld? Jesus var krossfestur fyri teg; verður tú frelstur í kvøld? Sigur tú takk, at hann ofraði seg? Verður tú frelstur í kvøld? Har vísti Jesus tær kærleik sín, nú, um tú vilt, kanst tú kalla hann tín; drekkur tú tá enn hitt gamla vín? Verður tú frelstur í kvøld? Jesus enn stendur og bankar her; verður tú frelstur í kvøld? Hvat, um hann bankaði seinastu ferð! Verður tú frelstur í kvøld? Aftur og aftur tú hoyrdi hans rødd, helst tá ið sál tín var troytt og mødd; skal hon til lívið nú verða fødd? Verður tú frelstur í kvøld? Kanska hin røddin nú tagnar brátt; verður tú frelstur í kvøld? Tá er bert eftir ein ævig nátt; verður tú frelstur í kvøld? Trúgv tí í kvøld, sál, og drála ei! Trúgvast skal orðið, ei følast, nei; set nú tín fót á ta góðu leið, trúgv og verð frelstur í kvøld! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Øll inn í Guds ríki vilja bjargað verða einaferð; tó, hin beina veg til frelsu fá bert vilja ganga her; men um onnur vón sær grunda á sítt verk og sína gerð prís og æra veri Gudi, eg á blóðið líta vil! Niðurlag: Kristi blóð hevur klædning mín tváað reinan, hvítari enn snjó; tó tey siga mær, frelsan er ei bara har, eg vil líta á hans blóð. Summi siga, at Guds góðska teirra vón og álit er, At Gud onga sál fordømir, men mót øllum miskunn ger; tó, tann sál, som ei er reinsað, hon fortapist, skrivað er; prís og æra veri Gudi, eg á blóðið líta vil! Tá vit Harrans menn í forðum, teir, sum trúðu, minnast á, síggja vit, at offurblóðið frelsti teir frá dómi tá; men tað blóðið talar bert um Jesu blóð á Golgata; prís og æra veri Gudi, eg á blóðið líta vil! Tað er tað, tey frelstu syngja, tað, sum ljóðar Himli frá, at ein sál í Lambsins blóði síni klæði hvít kann tvá; tí eg syngi, til eg standi hinum ljósu strondum á: Prís og æra veri Gudi, eg á blóðið líta vil! Johnson Oatman (Ongl.), ( Danielsen týddi). Es g. Úr eystri og vestri brátt, úr suðri og norðri við, tey sessast so mong við Jesusar borð og ognast um ævir frið. Tey skoða hans yndisbrá og mettast við sælu tá, syngja fagran takkarsong til Jesus, Dýrdarkong. Niðurlag: Av havinum koma tey, úr kvølfullum gøtum við. Av fjalli og hædd, úr dali og lægd tey koma eitt ótalt lið, at klæðast í brúðarskreyt, sín brúðgóm so vakran sjá, hann, ið deyðans veldi breyt og vann tey foldum frá. Har savnast eitt fjølment lið, sum loyst er úr heimsins trongd. Ei longur er synd, ei longur er neyð, og sorgin er útistongd. Hitt fyrra er horvið burt, nú glitrar alt reint og dýrt. Gleðisongur ljómar hátt, har finst ei suff, ei nátt. Hygg Himmalsins perlugrind, hon víðopin stendur tær, og tilgjørt tær pláss er dýrdini í, ja, Jesus tær býður har. Tey heimfarnu bíða glað til fundin hin stóra dag, hørpusláttur einglum frá teim frelstu fagnar tá. Amanda Sandbergh (Svør.), (Jonh. Jacobsen og Tyril týddu). Signað veri blóðkeldan góð, sum rann fyri ta falnu verð, tá í stríðnum Sonur Guds stóð! Bert í sárum hans frelsa er. Tóat syndin hjarta mítt breyt, og tó sálin særd er og móð tvá meg í tí blóði, har fleyt, og eg verði hvítari enn snjó! Niðurlag: Hvítari enn snjó, hvítari enn snjó, tvá meg í tí blóði, har fleyt, og eg verði hvítari enn snjó! Hvøss var tornakrúnan, hann bar, harður krossurin, hann hekk á, beisk var sorgin, hjarta hans skar, tung tann byrði, á honum lá. Leið meg, leið meg bert fram til hann, til hitt bróst, mín synd eitt sinn sló. Tvá meg í tí blóði, har rann, og eg verði hvítari enn snjó! Harri, eg fór langt burt frá tær, hin fortapti sonur er eg, blóðreyð er mín synd, sum tú sær, einki vatn kann her reinsa meg! Jesus, til hin brunn, sum er tú, og til tíni lyfti so góð komi eg og tvái mær nú, og eg verði hvítari enn snjó! Eden Latta (Amer.), f. ( Danielsen týddi). Fram við skundi, altíð framá! Men eg spyrji, hvørja leið? Er tað mót teim ljósu høllum, har sum sorgin kennist ei? Fram við skundi, fram við skundi sig mær, vinur, hvørja leið? Fram við skundi, altíð framá! Einki steðgar hesi ferð; gott at vita, at ein gongur til tann stað, har nátt ei er! Fram við skundi, fram við skundi vinur sig, hvønn veg tað ber! Fram við skundi, altíð framá mong til endaleysa neyð, hugsa ei um sálir sínar og tann frið, teim Harrin beyð! Fram við skundi, fram við skundi! Frítt á blóðið traðka tey. Fram við skundi, altíð framá: Tíðin rennur skjótt avstað; enn er tó Guds favnur opin, enn tað eitur tó í dag; enn Gud kallar, enn Gud kallar vinur, sig til kallið ja! Albert Midlane (Ongl.), ( Danielsen týddi). Sjólátna sál, sum onga bjarging sær, vilt brúsar havið, eingin bátur nær, og eingin hoyrir rópini frá tær tín eina hjálp er Jesus! Niðurlag: Jesus kann hótta hitt villa hav, Jesus, sum fyri teg lív sítt gav; og tínum vanda veit Jesus av, Jesus, eina Jesus. Sjólátna sál, ei bylgjan køva kann hans rødd, sum doyði og tær lívið vann! Lat stormin leika vilt bert lít á hann! Tín eina hjálp er Jesus. Sjólátna sál, hann eymt teg hyggur á, hann hoyrir róp títt har á villu vág, lít bert á hann, um bylgjan brýtur há, tín eina hjálp er Jesus. Henry Gilmour (Írl.), ( Danielsen týddi). Harri, í blóðinum dýra, sum rann, frelsa til mín, ja, til mín! Frelsa frá øllum, sum tyngja meg kann, frelsa til mín, ja, til mín! Tóat øll fortíðin myrk er at sjá, og tó eg fallin í syndini lá, tó tíni lyfti eg líti meg á frelsa til mín, ja, til mín! Frá øllum iva, í hjartanum var, frelsa til mín, ja, til mín! og frá tí dómi, sum hekk yvir mær, frelsa til mín, ja, til mín! og tó at aldri eg fata tað kann, rætti eg nú mína hond út til hann, taki ta frelsu, hans deyði mær vann, frelsa til mín, ja, til mín, Frelsa frá ræðslu og menniskjafrykt, frelsa til mín, ja, til mín! her á Guds lyfti, her hvíli eg trygt, frelsa til mín, ja, til mín! Harri, tín frelsa, hon uppi mær ber, Harri, tín frelsa, hon ríkan meg ger, Harri, tín frelsa mín lovsongur er, frelsa til mín, ja, til mín! Herbert Booth. ( Danielsen týddi). Enn, enn blóðkeldan flýtur, hvør sál tað hoyra skal! Hon allar leinkjur brýtur, ger hjørtu frí og sæl; hon kann hin falna reisa og oyða Satans verk, hvønn fanga kann hon loysa og slíta bond so sterk. Niðurlag: Tað blóðið er, hitt dýra blóð, tað blóðið er, hitt dýra blóð! Tað, eina tað, kann tváa alla synd og blettir av. Hitt Kristi blóð kann tváa hvønn svartan syndara, og frið skal sál tín fáa við trúgv á náðina; tey syndasár, sum pína, skal blóðið grøða brátt, so sól skal aftur skína, og víkja deyðans nátt. Hitt dýra blóð kann bjarga teim vilstu enn í dag, hitt blóð, sum mátti farga og væta krossins træ; hitt blóð, tú sál, tað biður um náði fyri tær, og hvíld og sálarfriður fæst har og eina har! Guds vreiði, hon varð stillað, tí Kristi blóð tað rann; skal ei tær gangast illa, so kom og trúgv á hann! Hans blóð tær frelsu býður, á, tak við henni nú! so skjótt tín dagur líður tú sál, hvat svarar tú? Russell Hurditch. (Jákup Olsen týddi). Kom, syng tey góðu tíðindi, sum grøða hjartasár, um fría frelsu, fullan frið, eitt Harrans náðiár! Niðurlag: Um frelsu, um frelsu vit skulu tala her, ja, frelsu, ja, frelsu Guds náði okkum ber! Hin syrgjandi skal fegnast nú, í ljós skal broytast nátt, og fangar skulu frælsi fá, hin deyði livna brátt. Nú syngið hátt ein gleðisong um Jesu kærleika! Og blind, tey skulu fáa sjón og skilja frelsuna. Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Lat meg uppaftur hoyra fá undurfull lívsins orð! Lat meg dýrd teirra meiri sjá, undurfull lívsins orð! Orð um fría náði, bestu boð, eg fái. Niðurlag: Undurfull orð, frelsandi orð, undurfull lívsins orð! Undurfull orð, frelsandi orð, undurfull lívsins orð! Kristus gevur til hvønn ein mann undurfull lívsins orð! Lurta, vinur, nú talar hann undurfull lívsins orð! Alt so frítt hann gevur; trúgv, og lív tú hevur! Lat tað ljóða, Guds náðikall, undurfull lívsins orð! Bjóða frelsu til hvønn, ið fall, undurfull lívsins orð! Hvør vil kallið lýða, taka frelsu fría? Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Á tú tráandi hjarta, á tú vónleysa sál, sum í oyðimørk fjakkar uttan mið, uttan mál, á, hvør sviknan og eina tú skalt kenna teg brátt! Tí nú aftnar jú dagur, og tað kemur ein nátt. Niðurlag: Kom til Jesus, dvøl ei longur! Har er náði, har er náði; kom til Jesus, dvøl ei longur! Tá skal sál tín fáa lív. Vinur, vágar tú longur standa honum ímót og í lættsinui gleðast sig mær, hevur tú mót? Fyri teg læt hann lívið á um tú hevði skilt, at eitt lív uttan Jesus, tað er oyðið og spilt! Ligg ei longur og dúra, lat nú upp hjartans dyr! Enn hann stendur og bankar líka tolin sum fyrr; á, hvør leingist hans hjarta tó at fáa eitt svar! Lat nú upp, tí við honum verður dagur hjá tær! Lucy Booth-Hellberg, ( Danielsen týddi). Á morgni árla ein rødd er hoyrd, eitt kall, so stilt og blítt: Kom nú, mítt barn, kom í hirðans favn, har tú lívsins vatn fært frítt! Men eg hoyri svarið so tankaleyst, so ókent við lívsins stríð: Eg skal njóta verðina nakað enn, eg skal koma onkuntíð! Niðurlag: Á, hoyr nú, vinur, og vel nú beint! Gud skal einaferð svara: Ov seint, ov seint! Á, hoyr nú, vinur, og vel nú beint! Gud skal einaferð svara: Ov seint, ov seint! Og middagsstundin, hon nærkar seg, og hin røddin hoyrist enn; hon kallar teg til eitt betri lív: Kom nú, sál, og Harran kenn! Lat teg frelsa nú, tæn nú Harranum, í hans fótspor treystur stíg, kom og arbeið nú trúliga fyri hann! sama svarið: Onkuntíð! Nú sólin komin er vesturum, nú er luftin vorðin køld; man Harrin bíða í náði enn, nú ið nærkast myrka kvøld? Jú, hann kallar enn, hoyr hans kæru rødd: Kom, tú gamli, favn mín í! Á, men, syndarin herdur tey mongu ár, svarar aftur: Onkuntíð! Sál, ansa tær, meðan enn er tíð, vel tær nú hin góða lut! Tí hví vilt tú koma skelvandi einaferð fram fyri Gud! Hoyr nú Jesu rødd, legg við krossins fót tína byrði, synd og stríð, og lat Harran nú fáa eitt annað svar enn hitt gamla: Onkuntíð! Lidie Edmunds, øld. ( Danielsen týddi). Skammast tú við Harran Jesus, við hans kross og tronga veg? Jesus skammaðist tó ikki við at doyggja fyri teg; torir tú ei frítt at vísa, tú vilt vera honum nær? Meiri vágaði tó Jesus fyri lív at vinna tær. Ræðist tú ein lítlan látur, tó tað geldur lív og deyð? Jesus ræddist ikki spottið, tá hann toldi tína neyð; roynir tú at sleppa undan fyri bert at fáa frið? Hetta gjørdi Jesus ikki, bar títt stríð og deyðan við. Skammast tú við Harrans vinir, sært tú teirra brekir bert? Jesus kennir teg, tú stolti, um tú enn langt burtur ert! Mált í steypið tær skal verða, sum tú málir øðrum nú; og við dóminum, tú dømir, dømdur verður sjálvur tú. Hoyr tó, hvat hann sjálvur sigur: Um tú skammast nú við meg, tá skal eg í høga Himli heldur ikki kenna teg; men vilt tú við navn mítt kennast fyri monnum ansa væl! Fyri Gudi og hans einglum eg við navn títt kennast skal. Tann, ei vágar, kann ei vinna, mót er tann, ið ei er við; tann, sum lívinum vil bjarga, hugsar ikki bert um frið. Hevur tú við Jesus skammast líka upp til henda dag, skammast ei at venda aftur! Enn er tíð at gera tað. ( Danielsen týddi). Jesus, hví hekst tú á krossi? Synd mín og skomm tað var, sum teg, Gudslambið hitt reina, negldi á træið har. Niðurlag: Æviga ljós og gleði á hinum sæla degi, tá ið várt hjarta fegið teg skal tilbiðja har! Kom, kæri vinur, og trúgv nú, tú, sum ei trúði fyrr! Kom, nú ið fyri tær standa opnar Guds náðidyr! Takk, Jesus, takk fyri stríð títt Golgata heyggi á, tá ið tú krýndur við tornum toldi alt spott og háð! Frelsari, blóð títt á krossi rann fyri meg og øll, teimum, sum trúgva, at veita stað har í Himmalhøll! Sámal Hansen, Faðirin sigur: Gev hjarta títt mær! Dýr hvør ein syndarasál honum var; mildur hann syndarar kallar til sín: Kom, sum tú ert, kom, á, kom nú til mín! Niðurlag: Hoyr tó Guds orð, hvør tú so er: Gev mær títt hjarta og bjargaður verð! Heimurin voldir tær vónbrot og deyð; hoyr tí í dag, ger sum Harrin tær beyð! Jesus vil eiga títt hjarta í dag; kanst tú teg herða og ei svara ja? Verðin og syndin tær gjørdu bert ilt; Harrin teg frelsir, um eina tú vilt. Andin teg kallar: Til Jesus kom nú! Verkið er fullgjørt, og vrakar tað tú? Orðið teg reinsar og slítur øll bond; vend tær ei burt, nú teg biður Guds Ond! ( Danielsen týddi). Hvørki lítið ella stórt fattast, syndari! Alt er liðugt, alt er gjørt, langt, langt síðani. Niðurlag: Alt er fullgjørt! Jesus bar øll tey strongu boð, lívið keypti tær og mær er tað ikki so? Jesus kom av Himlinum, legði alt á seg, stríddi, vann á krossinum; hoyr, hann kallar teg! Troytta sál, hví strevar tú undir byrðini? Gleð teg, alt er útint jú, langt, langt síðani! Upp at honum halla teg, júst so sum tú ert! Gera førir ongan veg, ber til deyðan bert. Alt títt egna, hvørja gerð, av tær leggi tú, og í Jesu verki verð fríur, frelstur nú! Proctor. ( Danielsen týddi). Kom nú til Jesus, kom nú til Jesus, tú ófrelsta sál, kom til hann! Hann krossin tunga bar, doyði til at opna tær eina keldu, sum reinsa teg kann! Niðurlag: Eg kom til Jesus, eg kom til Jesus, mín sál er í tryggastu havn; mín tunga byrði svann, tá mítt hjarta leit á hann prís og æra til hansara navn! Hví manst tú drála, hví manst tú drála? Á, nær vilt tú tó venda við? Við skundi tíðin fer, dagurin skjótt liðin er; vilt tú doyggja uttan vón, uttan frið? Náði er boðin, náði er boðin til hvønn tann, ið kemur, og nú; tí skuldin rindað varð, tá ið Jesus krossin bar fyri syndarar, slíkar sum tú. Kom til ta keldu, kom til ta keldu, sum smittaðu sál reinsa kann! Hvønn ein hon reinan ger, og tann kelda flýtur her sæli dagur, tá eg hana fann! ( Danielsen týddi). Jesus fagnar syndarum! Hoyrið øll hans eyma kall, hjørtu, nívd av ivanum, hvør, sum viltist, hvør, sum fall! Niðurlag: Syng tað upp og uppaftur: Jesus fagnar syndarum! Greiði, glaði boðskapur: Jesus fagnar syndarum! Kom, tí Jesus frið tær ber, trúgv tí greiða orðinum: Hvør kann koma, sum hann er Jesus fagnar syndarum! Samvitskan kann frið her fá; reinsaður í hjartanum skalt tú fyri Gudi stá Jesus fagnar syndarum! Jesus fagnar syndarum! Kom og akta kallið nú, bjarga tær frá deyðanum, skunda tær! Hví drálar tú? Erdmann Neumeister (Týskl.), ( Danielsen týddi). Ella: Jesus er tann stjørnan, ið kann lýsa, tá ið hvør ein stjørna sløknar her, sum í lív og deyða leið skal vísa, sum ein syndara til Himmals ber. Jesus er hitt ljósið, ið mær lýsir gjøgnum hesa køldu, myrku verð; uttan Jesus verðin bara hýsir neyðarróp og troystarloysi her. Um í Jesusi ei fanst ein bjarging burt úr hesi deyðans myrku nátt, her sum alt er merkt av syndafarging, tá var hetta lív ei vert at átt. Mangt er tað, ið menniskju her gera sær til ljós ígjøgnum lívið her; einki kann í lív og deyða bera so sum Jesus, har hann ljósið er. Dagarnir, teir koma og teir fara, tíðarhjólið dvølur ikki á; lítið menniskju um hetta vara, so tey sálarbjarging kunna fá. Gott at eiga ljós, ið altíð lýsir, sjálvt ígjøgnum deyðans myrku nátt; brátt hin ljósi dagurin nú rísur, har hjá Jesusi er alt so gott. Óli Reinert, Tú talar, tú talar um veður og vind, men í eini verð, sum í synd gongur blind, har tørvar at tala um Jesus; tú talar um tíðindi, ring ella góð, men minst, hvat tú talar, at mest tørvar tó at tala um Jesus, um Jesus! Tú talar um kongar og um tað, sum er sett høgt og í virðing í hesari verð hví talar tú ikki um Jesus? Tú talar um kríggj og um vitskap og slíkt, men hann, sum hitt fátæka hjartað ger ríkt hvat talar um hann tú, um Jesus? Tú talar, tú talar um hvat talar tú? Um stríðsspurning mangan? Men gloym ikki nú: Tað er ei at tala um Jesus! Er talan um kristindóm minst tó til tað: Hitt navn, sum ger fallin og hjálparleys glað, um tað mást tú tala, um Jesus! Á, minst tó, at tungan, ið Harrin tær gav, hon einaferð leggja skal roknskapin av, um hon hevur talað um Jesus! Ein dag fyri honum skal boyggjast hvørt knæ, hvør tunga skal vitna og viðganga tað, at Kongur og Harri er Jesus. Hann, hann er tann sólin, sum ei fer í kav, hann lívskeldan er, sum Gud heiminum gav; á, skammast tá ikki við Jesus! Á jørð og í Himli er valdið jú hans, hann ber nú hin lívsins ófølnandi krans skalt tú tá ei viðkennast Jesus! Hann, hann er jú vinurin trúgvi, sum teg við blóðinum keypti av undirgangsveg ver glaður at tala um Jesus! Hann elskar teg ævigt, hann svíkur teg ei, er við tær á deyðans tí einsligu leið so tala tá, tala um Jesus! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Tað blóðið er, tað blóðið er, sum loysir sálir út; tað blóðið er, sum rindar skuld og bøtir neyð og sút. Tað blóðið var, sum einaferð sást durastøvum á, ei Harrin fór inn um tær dyr, har hann tað merki sá. Ei nakað annað frelsti tá, ei annað frelsir enn; ei boðorð hørð, bert Jesu blóð kann reisa falnar menn. Eg síggi blóðið! rópar Gud til okkara í dag; ei doyggja skal tann sál, ið trýr og lítur seg á tað. ( Danielsen týddi). Guds kærleiks evangelium er óbroytt enn í dag; tað býður frið í blóðinum, um frelsu talar tað. Tað býður lív, sum fyrr tað beyð, til hvønn, ið trúgva kann, og endaleysa dýrd til tey, ið vilja hoyra hann. Hædd, dýpi, lív og deyði við skal ikki vika tann, sum fann við Jesus hjarta frið og lítur seg á hann. ( Danielsen týddi). So eym og so søt var hans kæra rødd, sum kallaði milt á meg: Um markið nú stíg! Tað er bert eitt stig, eg bíði at frelsa teg. Niðurlag: Eina eitt stig hoyr hitt dýra orð: Alt er til reiðar, á, kom til hans borð! Ófrelsti her, veitst tú, at bert er eitt stig ímillum teg og Jesus? Mín synd er so stór, og mín trúgv so veik! So ljóðar mangt svar í dag; kom eina, og ei á teg sjálvan hygg, Guds tilboði svara ja! Mítt hold er so veikt, og so myrkt er alt, og vegin eg síggi ei! Men Jesus er sterkur, og ljós er hann, og hann er hin lívsins leið. Ja, hvar skal eg fara um ei til tín! hvør gott, um tað svarið varð Eg síggi tín deyða og tíni sár, og frelstur eg eri har! Ellen Bradford. ( Danielsen týddi). Tá ið nú skjótt móti kvøldi líður, fellur tá myrkur á teg? Ella ta stund, tú um markið stígur, vísir tá lívssólin seg? Niðurlag: Rennur hon upp, tá ið kvøldið kemur, rættferðarsól fyri tær, og er tín sál nú í blóði tváað, so tú fært pláss uppi har? Tíðin, vit hava, ber skjótt mót enda, skjótt er alt farið, men hvar? Skalt tú, mín vinur, í Himli lenda og vera vælkomin har? Ræðist tú fyri, at náttin kemur? Tíðin jú rennur avstað; sig tað við Jesus! Tí hann vil hjálpa, hann vil teg frelsa í dag. Niðurlag: Tá skal hon rísa, tá kvøldið kemur, rættferðarsól fyri tær, og tá tín sál er í blóði tváað, Gud ongan blett á tær sær. (Evald Fuglø týddi). Troytta sál, sum ófrelst gongur, stong ei hjarta títt, droym ei tómar dreymar longur, opna dyrnar vítt! Niðurlag: Meðan enn tín lampa brennur, og tú Andans kallan kennir, drekk tað lívsins vatn, sum rennur, opna dyrnar vítt! Nú ið Harrin kallar, biður, stong ei hjarta títt, áðrenn náðirøddin tigur, opna dyrnar vítt! Frið og náði frítt hann býður; stong ei hjarta títt, áðrenn tú í dómin glíður, opna dyrnar vítt! Fyri ævigari gleði stong ei hjarta títt, steðga ei, á hesum degi opna dyrnar vítt! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Eg ein útlendingur og gestur eri her, mítt heim langt burturi á gyltu strondum er; eitt vitni um tann stað, sum trúgvin hevur sæð, eg beri her um krossin boð. Niðurlag: Ja, hvørji sál, á hvørjum stað mær Harrin býður vitna tað; á, verðið tit forlíkt so rópar hann í dag á, verðið tit forlíkt við Gud! Tað er tað boðið, ið er sent av Himlinum: Hvør sál á hvørjum stað til Gud má venda um og frelsu søkja sær, har hjartað hvílu fær: Við Kristi kross, í sárum hans! Guds kall er álvarsamt, men stór hans gáva við: Av náði ævigt lív, í hjartað fullan frið; lat hvørja sál í dag tí hoyra, trúgva tað, hitt Harrans boð til hvønn og ein! Taylor Cassel (Amer.), um ( Danielsen týddi). Hvar verður allar ævir tú? Gud vendir sær til hjarta títt, svara nú, sál, sig greitt og frítt, hvar verður allar ævir tú? Niðurlag: Hvar verður tú? Hvar verður tú? Hvar verður allar ævir tú? Hvar verður allar ævir tú? Velur tú Kristus nú í dag, Himmalin verður tá títt stað; hvar verður allar ævir tú? Hvar verður allar ævir tú? Koyrir tú Kristus frá tær her, sál tín í ævigt myrkur fer; hvar verður allar ævir tú? Æviga frelstur nú og her hvør kann av okkum siga tað? Tann, sum á Jesus trýr í dag, æviga frelstur, tryggur er. Elisha Hoffman (Amer.), ( Danielsen týddi). Kennir tú hitt lítla barnið, sum í Betlehem varð føtt, Harran Jesus, sum á krossi fyri okkum hevur bløtt, hann, sum lærdi har í templinum teir gomlu hina ferð? Á, tað gleðir meg at siga: Hann í dag hin sami er! Niðurlag: Hann hin sami er í dag, hann hin sami er í dag, bjargar hjálparleysum enn, frelsir fegin falnar menn, ja, hann hin sami er í dag! Kennir tú hin Harra, sum til sínar gekk á vatninum, tá ið teirra mót var burtur har í ódnarveðrinum? Ivast tú, um enn í dag tey somu undurverk hann ger? Nei, tað gleðir meg at siga: Hann í dag hin sami er! Kennir tú hann, sum í urtagarðinum hann lá og bað, sum á krossinum hann fyri okkum leið hin myrka dag? Sært tú fyri tær hitt høvur, sum ta hvøssu krúnu ber? Á, tað gleðir meg at siga: Hann í dag hin sami er! Sjúkum, ørmum, veikum hvørjum hjarta troyttum syndara býður Jesus enn at smakka hina søtu náðina; nem í trúgv við klæði hans, sum kvinnan gjørdi einaferð, og við gleði skalt tú sanna, hann í dag hin sami er! Mrs. Kaufman. ( Danielsen týddi). Golgata sigur so bjartur man lýsa, har Jesus deyður hekk krossinum á, tá alt var fullgjørt, Guds vreiði at stilla syndari, syng, tú vart loystur tá! Vunnin er sigurin, vikin er náttin, Jesus, hann breyt deyðans leinkjur og mátt, krossurin tómur, hin krossfesti livir við Harrans høgru í Himli hátt. Niðurlag: Jesus úr Nasaret enn man bjóða trygd og hvíld fyri sálina móða; kom nú í dag, far í hansara flokk! Sigur og deyði hans er tær nokk. Bløðandi sár enn hann bindur og grøðir, djúpt falnar sálir enn reisa hann vil; hvør tann, sum til hann í trúnni vil koma, finnur ta hvíld, ið hann treingir til. Tíðin umskiftist, og tímarnir svinna, ættarlið fara sum fossandi flóð; enn er Immanuel, enn er hans ríki, frelsa fæst enn við hans dýra blóð. Kongarnir stórir hans rødd mugu lýða. Heimurin Anda hans kenna skal fá; heidningaflokkar til náði hans leita, vantrúnnar bondum at loysast frá. Einglarnir gleða seg yvir hans frelsu, blóðkeyptar sálir hans prís syngja her; upp frá teim frelstu á jørðini ljóðar; Harrin Jehova, hann stórur er. Thomas Barratt (Noreg), (Jákup Olsen týddi). Ein dári sigur: Eingin Gud man vera! Men eingin sigur: Sorg er ikki til! Tá neyðina hon ei er ment at bera, náttúran trúarrópið læna vil. Tað eyga, eingin prædika sló niður, við gravir einsligar tað upplyft var, og Gud, ger miskunn! mangan muður sigur, sum aldri honum prís og tøkk fram bar. ( Danielsen týddi). Aftan á storm og bylgjuslag, aftan á hvønn ein myrkan dag, aftan á sker og boðar her Guds børnum friður goymdur er Niðurlag: Aftan á tað, her vit sjá, hvat verður tá, hvat verður tá? Aftan á tað, her vit sjá, ævin langa verður tá. Aftan á myrku vetrartíð, aftan á pínu, sorg og stríð, aftan á hesi stuttu ár eiga Guds børn eitt ævigt vár. Aftan á langa arbeiðsdag, middag og nón og sólarlag, tá ið so kvøldið komið er, Gudsbarnið heim til hvílu fer. Nú, vinur, eftir tíni ár, eftir títt stríð og tíni tár, tá eitt sinn ævin opnar seg hvat er tá eftir fyri teg? Leslie. ( Danielsen týddi). Arma sál, sum saknar frið, við hans kross er rúm til tín! Tína neyð tú honum sig! Við hans kross er rúm til tín. Kalla á hann, sum tú kann! Hvør, sum rópti, frelsu fann; syndarum jú fagnar hann við hans kross er rúm til tín. Syndari, vend um, vend um! Við hans kross er rúm til tín; lurta eftir kallinum! Við hans kross er rúm til tín. Lívsins kelda rennur her, fyri tær hon opin er; kom og drekk og frelstur verð; við hans kross er rúm til tín. Alla tína neyð hann sær, við hans kross er rúm til tín, drála tí ei, kom nú nær! Við hans kross er rúm til tín. Hann vil geva frið og troyst, bundin verða grødd og loyst, hvíld í friðleys hjørtu oyst við hans kross er rúm til tín. Sæla boð til hvønn og ein: Við hans kross er rúm til tín! Har er kærleikskeldan rein, við hans kross er rúm til tín. Sælur tann, sum hevur sæð ljósið frá tí dýra stað! Vitna kann tann sál í dag: Við hans kross var rúm til mín. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Eg frá Gudi eini boð fekk at bera, tey boð til tín og beri nú: Tú til frelsu hevur einki at gera, um tú trýrt, so verður frelstur tú. Niðurlag: Hygg og liv, mín vinur, liv, hygg á Jesus nú og liv! Satt er orðið, og tað vert er at trúgva: Einki gera, eina hygg og liv! Tað er fult av kærleika og av friði, hitt boðið, sum Gud sendir tær; hjarta mítt fann frið í tí, og eg sigi, tú skalt finna tað, sum eg fann, har. Ævigt lív er nú í dag til at fáa, um bert tú tekur móti tí; trúgv á Jesus, og tú hvílu skalt náa! Tá skal enda alt títt tunga stríð. William Ogden (Amer.), ( Danielsen týddi). Tú opnan sært Guds faðirfavn enn fyri teg, ja, teg, enn rópar Jesus eymt títt navn: Kom, sál, og trúgv á meg! Hans náðiboð tær berast her, og hví tá drálar tú? Við brúdleypsborðið ríka er tær sessur boðin nú. Hví ivast tú? Er synd tín reyð, og níva sorgir teg? Tín Frelsari í krossins deyð tók tína straff á seg; hoyr, sál, hann sigur: Hvør og ein og legg tá ikki til: Eg má tó koma góð og rein! Nei, komi hvør, sum vil! Tú friðleysi, kom, skunda tær, og tú, sum byrðar ber, og hvør tann sál, ið ynskir sær hin frið, við krossin er! Teir klovnu brunnar geva ei tað vatn, ið eina kann tín tosta sløkkja, sál, onei, tað eigur eina hann! Og um teg syndin trælkar enn og heldur tær so fast, kom nú í dag og Jesus kenn! Tá hvør ein leinkja brast; og skógvar, ring og rættferðskrúð skal Harrin geva tær; kom, sum tú ert, og ger tað nú! So Jesus býður tær. (Jákup Olsen týddi). Syndin teg jagar, sorgin teg gnagar, eina tú ert, ein sál uttan frið; oyðin tín vegur, heimurin gevur sorgir og stríð og so grøvina við. Niðurlag: Alt fyrigevur Jesus, sum hevur borið alt fyri teg, fyri meg; alt fyrigevur Jesus, sum hevur lagt vára synd og deyðan á seg. Dagur tín svinnur, Andin teg minnir á, at Guds dómur skjótt skal teg ná, um tú ei hoyrir Harran, men koyrir frá tær hitt ljósið, sum eyga títt sá. Røddin nú ljóðar, milt hon inn bjóðar tær til tann vin, sum frelsa teg kann; eymt hann teg biður náði og friður verða skal tín, um tú leitar til hann. Um tú ei hoyrir, kallið burt koyrir, vei tær, Guds Andi tá frá tær fer! Skuggarnir falla, deyðin skal kalla teg inn, har vón, og har ljós ikki er. ( Danielsen týddi). Enn, enn er rúm í Lambsins gleðihøll, enn bjóðast frelsa, hoyrið, hoyrið øll! Niðurlag: Rúm, rúm, enn rúm, á, komið, komið nú! Alt er til reiðar, trín í salin inn! Harrin tær bíðar, kom og frelsu vinn! Dagsljósið svinnur, sólin setur brátt, skjótt er umkring teg døpur, ævig nátt. Húsið, tað fyllist, skjótt tað verður stongt; ikki tó er tað fyri teg ov trongt. Kom inn, kom inn! Borðreitt er fyri tær; men tú skalt doyggja, um tú drálar har. Harðari kallar Harrin hoyrir tú: Kom, tú sum ivast, steðga ikki nú! Skjótt verður hurðin stongd, og tú skalt fá hoyra eitt orð so myrkt og vónleyst tá. Niðurlag: Ei rúm, ei rúm! á, vónleys orð: Ei rúm! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Mín andi av syndini byrðaður var, og hon nívdi meg sárt manga ferð; men Jesus sín frelsandi arm rætti út er tað løgið, hann kærur mær er! Niðurlag: Mín Frelsari kærur mær er, mín Frelsari kærur mær er; og, mín Harri, sum eg meir og meir kenni teg, tú dýrari fyri mær er! Hann gav mær tann frið, sum eg ei átti fyrr og sum ei fæst í heiminum her; tí hann er vár friður á lívsæla orð! Er tað løgið, hann kærur mær er! Hann verjir og signar og leiðir meg fram, og hann á sínum herðum meg ber; og tryggur eg eri, hann varðar sín seyð er tað løgið, hann kærur mær er! Á syndari, vilt tú ei kenna hann við? Kom trúgv nú og bjargaður verð! Og aldri tú aftur skalt suffa um frið, tí Jesus tín friður tá er. Jacob Wakefield McGill (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ert tú vrak á lívsins havi, ýla brot tær fyri stavn? Miss ei mótið! Tú kanst náa fram til ljóssins stillu havn. Niðurlag: Far í bátin, bjargingarbátin, meðan Jesus rættir fram tær hjálparhond! Drála ei longur, far í bátin, set í dag tú kós mót føgru himmalstrond! Hugsa ei um heimsins ognir! Gripir fært tú handan hav, hittir vinir, ognast gleði, meir, enn verðin nøkrum gav. Dýrar sálir hava hildið, at tær høvdu góða tíð, men tá morgun aftur lýsti, verið deyðans ríki í. Mrs. Bradford Spoor. ( Háberg týddi). Bjóða hinum djúpast falnu! Lambsins veitsla bíðar teim; oyðin, tóm og køld er verðin, eigur einki sálarheim. Bjóða hinum troyttu, veiku, syndatyngdu, far, á, far, sig: Á syndari, kom aftur, Jesus bíðar eftir tær! Bjóða heidningum og Jødum, bjóða hvørjum inn til gest, noyð tey, bjóða øllum, øllum inn til Harrans náðifest! Faðirin fer út við gleði fevnir hin fortapta son, rík, óendalig er náðin, aldri, aldri svíkur hon. Bjóða teim, sum kristin kallast, men sum ikki kenna Gud, at tey, meðan enn tey kunnu, velja Kristus sum sín lut! Bjóða teim, sum orðið spotta, velja heimsins synd og lyst, sig teim, at tann dagur kemur, tá teim tørvar Jesus Krist! Bjóða hinum ungu, glaðu! Stutt er lívsins fagra vár, bið tey ikki spæla, droyma burt tey stuttu náðiár! Um hin ungi tíðliga finnur Jesus sum sín vin, sín skatt, mikla sorg tað honum sparir, á, sum hjartað verður lætt! Bjóða hinum hjartabrotnu, sum ei vita veg og ráð, sig við tey, at Jesus frelsir, at hjá honum frið tey fá! Sig, at favnur Guds er opin, sig, hann turkar tár av kinn, sig, at enn er rúm til teirra, kalla, bøna, noyð tey inn! Anna Shipton (Ongl.), ( Danielsen týddi). S Hygg, Harrin er við hjartans dyr, hann kallar, bankar enn sum fyrr! Við kærleiks rødd hann bønar har: Lat upp, lat upp nú fyri mær! Niðurlag: Hygg, Harrin er við hjartans dyr, hann kallar, bankar enn sum fyrr! Og, sál, sum ei er frelst og glað, lat fyri honum upp í dag! Hann tornakrans bar fyri teg, so djúpt, so djúpt hann boygdi seg; nú kallar hann og væntar svar: Lat upp, lat upp nú fyri mær! Hitt orð hann segði krossi á: Tað fullgjørt er! á, lít tað á! Hin rødd, nú kallar hon hjá tær: Lat upp, lat upp nú fyri mær! Hann ber tær ljós, hann ber tær frið og ævigt lív og gleði við; hin rødd tí krevur snarligt svar: Lat upp, lat upp nú fyri mær! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Her við tínar dyr ein stendur, lat hann inn! Síggj hans gjøgnumstungnu hendur, lat hann inn! Lívið ævigt hann tær býður, frið til hjarta títt, sum líður, fram til tín við náði stígur, lat hann inn! Hann teg sælan nú kann gera, lat hann inn! Frelstan gjøgnum deyðan bera, lat hann inn! Hygg hans høvd, og hygg hans síða, at hann fyri teg má líða, eina persukerið stíga, lat hann inn! Allar tínar syndir bar hann, lat hann inn! Mangan fyrr við dyrnar var hann, lat hann inn! Ei við lóg hann slær og krevur, alt, tær tørvar, hann tær gevur; um ei fyrr tú hoyrt hann hevur, lat hann inn! Eina hann kann hjartað fylla, lat hann inn! Eina hann kann pínu stilla, lat hann inn! Og tá lívið er at enda, treingir tú til vinin henda; hví vilt tú tá burt tær venda? lat hann inn! Atchinson (Amer.), ( Danielsen týddi). Kom, angurfulli, náði finn! Jesus nú kemur her; hygg í hans mildu ásjón inn! Eymd har og náði er. Niðurlag: Kemur her, kemur her! Ófrelsti, um nú ræður tað, Jesus, hann kemur her í dag kemur her, kemur her! Kom, hungrandi, sig tína neyð! Jesus nú kemur her; hann frítt tær gevur lívsins breyð, sál tína metta ger. Kom, troytta sál, og fá tær frið! Jesus nú kemur her; kom, alla trongd tú honum sig, sorg tína honum ber! Kom, tyngda sál, við byrðunum! Jesus nú kemur her; og hann, sum fagnar syndarum, enda á stríðnum ger. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Tár ei kunnu frelsa; um so grátur altíð rann, hjartað ongan frið tó fann, grátur ongum hjálpa kann; tár ei kunnu frelsa. Niðurlag: Kristus hevur ofrað seg, kristus doyði fyri teg, hann kann frelsa teg og meg; eina hann kann frelsa. Gerðir ongan frelsa; alt, ið maður gera kann, kann tó ikki frelsa hann, so hann heim í Himli vann; gerðir ongan frelsa. Tráan kann ei frelsa; um tær leingist dag um dag, til teg deyðin ber avstað, sálina ei frelsir tað; Tráan kann ei frelsa. Trúgv á Krist kann frelsa, gjørt er alt, ið gerast kann, Jesus okkum friðin vann, alla vára skuld galt hann; trúgv á Krist kann frelsa. Robert Lowry (Amer.), ( Danielsen týddi). C-g. Eg nú um Jesus syngja vil; við gleði kom hann jarðar til, hans dýra blóð á krossi fleyt, tað allar várar leinkjur breyt. Eg sá hann hanga krossi á, Guds Andi mær tað segði tá, at fyri mína skuld tað var, at fyri meg hann doyði har. Tað skein eitt ljós í hjartað inn, eg glaður varð í sál og sinn; takk, at tú vísti mær hin dag tað, eg ei áður hevði sæð! At frelsuverkið fullgjørt er, og nú tú býður øllum her í Himmalin at koma inn, hjá tær at hvíla sál og sinn. Takk fyri kærleik tín til mín, takk, at tú dró meg nær til tín, tá sál mín langt av leið var stødd tú talaði, og hon varð grødd. Ja, komið øll, sum eru móð! Við krossin er ein hvíla góð, har Jesus friðin geva vil, tað var júst tað, sum hann kom til. Malla Joensen, f. Torir Jesusi tú fylgja, hvat tað enn tær kosta má? Tá ið heimurin teg háðar, orkar tú at standa tá? Torir tú at velja Jesus, torir tú viðkennast hann, vilt tú krossin á teg leggja, orkar tú at bera hann? Staðin, høgt á fjalli bygdan, hvør skal kunna fjala hann! So kann Jesus ikki fjalast, um av sonnum hann tú fann; nei! Er Jesus eina vorðin Harri tín og Frelsari, so kanst tú ei leingi dylja hetta fyri verðini. Heimsins viðhald ella hatur missa skal sín týdning brátt; Jesus kann tær geva lívið, uttan hann er dómsins nátt. Vel tí nú, um lív tað stendur, hann, ið ei er við, er mót; boygg títt hjarta, boygg tín vilja, boygg teg nú við krossins fót! Tak ta frelsu, Gud tær býður, trúgv á Frelsaran, hann gav! Tá tú fært ein skatt á foldum og ein loðs um deyðans hav; vel nú, vel í dag, mín vinur! Háð og spott og krossin her, hinumegin hvíld og krúnu, vel nú beint, og skjótt tað ger! Lina Sandell (Sv.) ( Danielsen týddi). Hvør er hann, sum kemur úr Edom í so reyðum klæðum sig: Hví er stungin, særd hans síða, hendur hans og føtur við? Á, hvør er hin sorgarmaður, á, hví man hann líða so, tá ið tó hvørt spor hann stígur, eina ber um kærleik boð? Niðurlag: Tað er Jesus, konga Kongur, hann, sum heimsins syndir ber; sál, á, boygg teg fyri honum! Mentur til at frelsa hann er. Hvør er hann, sum eina má stíga Harrans vreiði persuker, meðan øll, hann hevur troystað, svíkja hann og flýggja her? Hvør er hann, sum ei seg gevur, tó so háðaður hann er? Hvør er hann, ið fyri okkum eins og lamb í deyðan fer? Hvør ert tú, sum, tó tú so líður, fagrastur av øllum ert, tó av hvøssum, hørðum tornum er hin krúna, ið tú bert? Á, hví eru tínar kinnar reyðar, fargaðar við blóð? Hvør ert tú, sum, tá ið um galt, eina, vinaleysur stóð? Hvør er hann, sum einsligur doyði á tí harða krossinum, hann, ið bað um fyrigeving fyri sínum fíggindum? Hvør er hann at jørðin bivar, sólin myrknar, tá hann doyr, meðan søtt av krossi ljóðar: Tað er fullgjørt! Sál, á, hoyr! Mrs. Morris, ( Danielsen týddi). Kom higar, tysta sál, og drekk av lívsins flóð! Tann tosta, eingin sløkkja kann, hann sløkkir hin kelda góð. Niðurlag: Kom nú, tú tysti, orðið um Jesus hoyr! Tá skal sál tín fáa frið og aldri tysta meir. Mong sálin, tung og troytt á lívsins døpru leið, við hesa keldu boygdi seg og upp aftur styrktur steig. Drekk nógv, tú arma sál! Tess meiri mátt tú fært at nýta Andans hvassa svørð, tá stríðið tær verður hart. Skjótt tíðin runnin er, vit foldum fara frá; tá verður gott at koma heim og liva har Jesusi hjá. Thomas Barratt (Noreg), ( Danielsen týddi). Hygg hitt Guds Lamb, Guds reina Lamb, Sum doyði trænum á, at syndarar sum eg og tú í honum lívið fá! Niðurlag: Á, syng um kærleik hans, boð um hans náði ber! Ja, bert í lívd av veingjum hans, har trygd og gleði er! Hygg, úr hans síðu rennur enn blóðkeldan rein og góð! Í henni eg mær tváaði og hvítur varð sum snjó. Hygg krossin tunga, sum hann bar, har hann mær frelsu vann! Mín sál í allar ævirnar skal syngja hátt um hann. Neal McAuley. ( Danielsen týddi). Vinur, vilt tú okkum møta, vinur, vilt tú okkum møta, vinur, vilt tú okkum møta á Kána'ans ljósu strond? Av Guds náði vit tær møta, av Guds náði vit tær møta, av Guds náði vit tær møta á Kána'ans ljósu strond! ( Danielsen týddi). of Tó tín synd er sum skarlak, hon skal verða hvít sum snjó, tó tín synd er sum skarlak, hon skal verða hvít sum snjó, tó hon reyð er sum purpur, verða hvít sum ull; tó tín synd er sum skarlak, tó tín synd er sum skarlak, hon skal verða hvít sum snjó, hon skal verða hvít sum snjó. Hoyr ta rødd, sum teg bønar: Á, vend um, vend um til Gud! Hoyr ta rødd, sum teg bønar: Á, vend um, vend um til Gud! Tí miskunnsamur er hann, og hann elskar teg; hoyr ta rødd, sum teg bønar, hoyr ta rødd, sum teg bønar: Á, vend um, vend um til Gud, á, vend um, vend um til Gud! Synd hann tær fyrigevur og ei minnist hana meir; synd hann tær fyrigevur og ei minnist hana meir; hygg tú á meg, tú tyngdi! Sigur Harrans orð; synd hann tær fyrigevur, synd hann tær fyrigevur og ei minnist hana meir, og ei minnist hana meir. Fanny Crosby (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Er tað nakar, sum kann hjálpa, skilir nakar vára neyð, tá ið syndin vári hjørtu hevur sært? Tá ið angistróp upp stíga, er tá ein, sum hoyrir tey, sum kann stilla stormin, tá hann brúsar hart? Niðurlag: Tað er ein og bert ein, og tað er Harrin Jesus, eina hann; tá ið syndin nívir fast, og síðsta vónin brast, tá er Jesus tann, sum frelsir, eina hann. Er tað nakar, sum kann hjálpa, geva einum hjarta frið, tá ið samvitskan og lógin tyngja tað, sum burt tekur synd og sigur við ta villu bylgju: Tig! Og kann venda deyðans nátt í bjartan dag? Er tað nakar, sum kann hjálpa, tá hin síðsta stund er nær, turka deyðans flóð sum forðum Jordans á, sum vil styðja veika hjartað, til tað staðin opnan sær, og vil taka burtur allan ótta tá? Machay. ( Danielsen týddi). Er her eitt hjarta, sum tráar, hvíld eftir stríð fá og frið? Hoyr tá hin boðskapin glaða: Jesus nú kemur framvið! Niðurlag: Jesus nú kemur framvið, framvið í dag, Jesus nú kemur framvið, hann kemur framvið í dag. Er her ein sál, tyngd av syndum? Ber tær ei longur eitt stig! Skunda tær, nem við hans klæði! Jesus nú kemur framvið. Er her eitt sinn, sum er brotið? Frelsarin er tær við lið: Hjørtuni særd skal eg grøða Jesus nú kemur framvið. Kom til ta einastu frelsu, fjal teg í náði í dag, far um hitt einasta portur inn í Guds æviga stað! Annie James. ( Danielsen týddi). Komið til Jesus, øll tit, sum stríða, syrgjandi, troytt, á einsligum veg! Mildur hann kallar øll tey, sum líða: Komið til mín, og hvílu gevi eg! Niðurlag: Øld eftir øld so søtt hetta ljóðar, boðar um vón á vónleysum veg, søtasta orð til sálirnar móðar: Komið til mín, og hvílu gevi eg! Ber honum tað, sum tungt hvílir á tær, sig frá tí sorg, sum tyngir títt bróst, syndina, óttan, ivan legg frá tær, kom, kom til hann, og hann skal gera ljóst! Miss ei ein dag nú, skunda tær til hann, áðrenn í vestri ljósið fer burt, trúgv á hann nú, og frelsa teg vil hann, grátandi eyga vil hann gera turt! Komið til Jesus, Frelsaran eina, sálir, tit treingja, treingja til hann! Frelsa kann Jesus, Jesus aleina, uttan hann sæla ikki finnast kann. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Eins og hin fortapti sonur gekk eg, Gud, mín egna veg, men eg hoyri, rødd tín kallar, og til heimið komi eg! Niðurlag: Komi heim, komi heim, verðin gav mær einki heim; syndasjúkur, hjartabrotin komi eg nu, komi heim! Eg í myrkri havi gingið, hørð og einslig gøtan var; tó tín kærleiki, á Faðir, tolin hevur bíðað mær! Á hin sæla, ið mær bíðar heima, Faðir mínum hjá! Sál mín, fyrr fortapt og einslig, ævigt trygg skal vera tá. Mína synd hann burt skal taka, reinsa meg við Kristi blóð, barnakor hjá sær mær gevur, mær, sum fyrr langt burtur stóð. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Til tín, á Jesus, rópi eg, fortapist, frelsir tú ei meg, send ljós títt á mín myrka veg meg, sum eg eri, frels! Niðurlag: Sum eg eri, frels! Sum eg eri, frels! Øll vónin mín er deyði tín meg, sum eg eri, frels! Bert synd eg bera til tín kann, men blóð títt fyri meg jú rann, og tú meg reinan gera kann meg, sum eg eri, frels! Eg kann meg ikki bøta, nei, eg bestu lyfti haldi ei, tín náði er mín eina leið meg, sum eg eri, frels! Tú sært meg, Jesus, við tín fót, og burtur er øll kraft, alt mót á særda hond, kom, frels, ver skjót, meg, sum eg eri, frels! Eliza Hamilton (Ongl.). ( Danielsen týddi). Eg sigi ja við Jesus og ikki nei sum fyrr, tá eg við stoltum hjarta læsti í lás mínar dyr; eg gevi heilt meg yvir, biði hann koma inn, svari nú heilt og einfalt ja av hjarta, sál og sinn. Niðurlag: Eg sigi ja við Jesus Harri, eitt ævigt ja, og hvat tú sigur, glaður eg tær svari: Jesus, ja! Eg sigi ja við Jesus; tí hygg, á Golgata øllum, ið Harrin lovar, svaraði Jesus ja, blóð hans meg aftur keypti, lív hans er vorðið mítt; ja, eg tí sigi: Likam, sál og alt skal vera títt! Eg sigi ja við Jesus, nú liðugt er við nei; Jesus meg trygt jú førir lívsins ta góðu leið. Lyktin hin bjarta orð hans leiða meg skal hvønn dag; tí skal eg nú á hvørt hans orð av hjarta svara ja. Simpson (Amer.), ( Danielsen týddi). Kæra sál, kanst tú vanvirða náðina, tær boðin er? Hvørt eitt orð er fult av náði, friðarboð hvørt orð tær ber! Kristi sendimenn tær bera boð um frið og náði nú: Hvør og ein, sum vil, kann frelsast! Hvør og ein er eg og tú. Á, hvør signað, á, hvør signað: Hvør og ein er eg og tú! Hvør vil líta tá á orðið, trúgva náðiboðnum nú? Hvør vil móti frelsu taka? Hesa ábyrgd hevur tú. Tak ímóti, tak ímóti! Hesa ábyrgd hevur tú. Andin er nú nær hjá okkum, einglar eru her í dag, skulu teir tað boð nú bera til hin ljósa, gylta stað: Tey fortaptu, tey fortaptu trúgva orðinum í dag? ( Danielsen týddi). Vilt tú eiga Jesus, leysur, glaður, fríur stá, ganga so við honum lívsins gøtum á, vilt tú, at hann taka skal tær byrðar tínar frá hoyr hans orð og far hans leið! Niðurlag: Hans blóð teg reinsar og teg frían ger, hans styrki fært tú til at liva her, hans Andi tíni sál ta vissu ber: Tað var gott, eg hoyrdi hann og gekk hans leið! Vilt tú kenna lukku, vilt tú, tær skal gangast væl, tak við Jesusi, hann alt tær vera skal! Ynskir tú at bjargast undan kvølum uttan tal hoyr hans orð og far hans leið! Ynskir tú at eiga hvíld og frið í tíni sál, kenna Harrans arm, tá gøtan her er hál, hvíla við hans bróst, til hann teg føra skal á mál hoyr hans orð og far hans leið! Cyrus Nusbaum. ( Danielsen týddi). of Hví manst tú ivandi standa, hví bera byrðina enn! Náði er, sál, nú í fullasta mál, til søkkandi kvinnur og menn. Niðurlag: Jesus er mentur at frelsa, mentur í dag, mentur í dag; Jesus er mentur at frelsa, mentur at frelsa í dag. Hevur tú tungliga strevað, royndi tú ferð eftir ferð? Frelsu tú ei fært á hesari leið, tí verkið alt fullgjørt jú er. Eg var av syndini bundin, bundin av fíggindans hond; Jesus meg fann tá, og mentur var hann at loysa øll syndanna bond. Vinur, á, tak nú við frelsu! Jesus skal leiða teg trygt; leiða hann skal teg á vegnum so væl, til heima tú ert uttan frykt. Booth, (Jákup Olsen týddi). Hygg, Frelsarin, hann stendur, við hjartans stongdu dyr! Í kærleika hann bankar og sigur enn sum fyrr: Niðurlag: Her standi eg við dyrnar og banki enn, her standi eg við dyrnar og banki enn; og hoyrir ein mína rødd og letur mær upp, eg fari inn. Hvat leið, hvat leið hann ikki at frelsa teg frá synd! Lat upp, lat upp tí dyrnar, bið Harran koma inn! Hvør mild er ikki røddin, ið kallar nú á teg: Eg toldi krossins deyða, sig, trýrt tú ei á meg? William Walsham How (Ongl.), ( Danielsen týddi). Vit fara til várt Himmalheim, hin ljósa stað at sjá, at gleðast har í ljósinum, gullgøtum ganga á; men, á tú sál, sum ófrelst er, og Satan heldur tær: Sig, skulu vit nú skiljast her, teg sakna uppi har? Ja, perluportrið opið er, vit atgongd skulu fá; har er ei tár, ei suff, ei sorg, har synd ei inn skal ná; á, kom við okkum til hitt land, sum aldri myrkur sær! Sig, skulu vit nú skiljast her, teg sakna uppi har? Vit bera boð frá Harranum, sum her seg ofraði, um frið og frelsu, ævigt lív, um náði fyri teg; á, lurta til tey gleðiboð, sum her fram berast tær! Sig, skulu vit nú skiljast her, teg sakna uppi har? Vit vóru ófrelst einaferð, í synd vit vóru deyð, men blóðið loysti okkum út úr deyða, synd og neyð, kom til hans sár, tú tyngda sál, og frið títt hjarta fær! Sig, skulu vit nú skiljast her, teg sakna uppi har? Vit vita, tíðin fer við skund, skjótt Harrin komin er; á vinur, kom í ørkina, kom nú, tí tíðin fer! Tá náðitíðin úti er, tá læst er hurðin tær; sig, skulu vit nú skiljast her, teg sakna uppi har? (Jákup Olsen týddi). Hvar er mítt vilsta barn í dag, tað barn, sum mín gleði var, tað barn, sum, frá tí mær Gud gav tað, í bøn eg til hann fram bar? Niðurlag: Á, hvar er mítt barn í dag? Á, hvar er mítt barn í dag? Tú veitst, at eg enn sum fyrr elski teg á, hvar er mítt barn í dag? Eitt sinn tað reint sum døggin var, lá saman við mær á knæ, í hjarta og munni sannleik bar á, hvar er mítt barn í dag? Gævi, at eg í dag teg fann so reint, sum eg sá teg tá, tá tos títt og smíl mítt hjarta vann, tá ljós yvir heimi lá! Far, finn mítt vilsta barn í dag, far, fá mær tað, sum tað er! Sig, eg enn sum áður elski tað, eitt heim hjá tí enn er her! Robert Lowry (Amer.), ( Danielsen týddi). Eg leingi gekk hin villa veg, Guds kærleik bert vanvirdi eg; men hvussu langt eg vilstur var, tó bønir móður fylgdu mær. Niðurlag: Eg komi heim, eg komi heim, mítt spilta lív skal verða nýtt; tí bønir móður fylgdu mær, tær fylgdu mær um heimin vítt. So langt eg fór, so djúpt eg fall og vrakaði Guds náðikall; eitt vrak, til dóm eg seldur var, men bønir móður fylgdu mær. Í ljós tú vendi náttina, Guds dýra Lamb á Golgata! Mín sál er frelst og sæl í tær, tí bønir móður fylgdu mær. Lizzie de Armond (Amer.), um ( Danielsen týddi). Í tí landinum langt burtur eg mær ynskti svínabreyð, á, hvør beiskt er har at vakna, hvør ein synd og skomm og neyð! Myrkt og dapurt rundan um meg, bundin í so mangt eitt garn, vildi eg mín Faðir søkja, vera trælur, ikki barn. Niðurlag: Men í heimið inn hann tók meg, har til fest var sett á borð, og eg fór til borðs við honum, eg, sum ynskti trælakor! Ja, langt burturi hann sá meg, kysti meg og fevndi mær, tók meg troyttan, syndasjúkan, elskaði meg, sum eg var; tá eg játtaði við tárum, hvussu nógv eg úti har hevði syndað móti honum, sonarkor ei verdur var. Men hann vildi einki hoyra tá av mær um mína synd, hetta eina bert hann vildi: Hava meg í húsið inn; skógvar, ring og dýran búna fyri skitin pløgg eg fekk, millum svín eg var har úti, nú í heiminum eg gekk. So er søgan hjá teim frelstu, so er Harrans hjartalag; meg hann frelsti, men hann mátti døma Jesus í mín stað. vreiði, myrkur, bann og deyða leið hann fyri syndina, hvat mín frelsa hevur kostað, vísti Gud á Golgata. (Jákup Olsen týddi). Lukkuligur eri eg, og eg skal siga hví: Jesus gjørdi hjartað glatt; troyttur, einsligur eg var, Jesus kveikti ljós hjá mær, og hann gjørdi hjartað glatt. Niðurlag: Jesus gjørdi hjartað glatt, og frið eg fann, Jesus kom við sól, og myrkrið burtur svann; alla synd hann fyrigav, og nú eg syngja kann: Jesus gjørdi hjartað glatt, ja, Jesus gjørdi hjartað glatt! Á, eg minnist væl hin dag, tá Jesus frelsti meg, og hann gjørdi hjartað glatt! Tá ið syndin bant meg so, kom hann, bar mær gleðiboð, og hann gjørdi hjartað glatt. Lítur tú á Jesus, gevur hann tær ævigt lív, og hann ger títt hjarta glatt, reinsa teg, tað skal hans blóð, framtíðin er ljós og góð, tá ið hann ger hjartað glatt. Duncan McNeill. ( Danielsen týddi). Hoyr, hoyr, mín sál! Hoyr, søtur einglasongur vítt yvir lond og strendur havsins fer; og til hvørt hjarta boðið dýra gongur um lívið nýtt, har synd ei longur er! Niðurlag: Ferðamenn troyttir, hoyrið hin song. Morgun hann boðar, um náttin enn er long. Fram halda vit, tí enn vit songin hoyra: Kom, troytta sál, tí Jesus býður tær! Og gjøgnum nátt so lívsælt fangar oyrað hitt einglaspæl úr Himlaheimi. Langt burtur, eins og aftanklokkur ringja, hoyra vit Jesu rødd um hav og lond; her ganga sálir, synd og sorg tær tyngja hirði, á leið tær heim við tíni Ond! Syngið tí, einglar, trúfast okkum minnið um hina verð, sum ei vit hava sæð, til horvin er tann nátt, ið tyngdi sinnið, broytist í endaleysan, bjartan dag! Frederick Faber (Ongl.), ( Danielsen týddi). III. Burtvilstur gekk eg í so mong ár, feldi í oyðimørk mangt eitt tár, hungur meg nívdi og ræðsla svár; nú skal eg fara heim, leitandi aftur, har leiðin lá, vónandi Faðirs míns hús at ná, glaður við tænara pláss at fá nú skal eg fara heim. Niðurlag: Aftur til Faðir og heim, aftur til Faðir og heim, nú skal eg fara heim, aftur til Faðir og heim. Hví skal eg vónleysur doyggja her, her eingin vinarhond hjálp mær ber, tá ið í yvirflóð breyð har er! Nú skal eg fara heim; beiskt eg nú syrgi mín skeiva veg, sonarnavn verdur ei eri eg, vóni to, Faðir mín fagnar meg nú skal eg fara heim. Minnini vitja meg, søt og blíð, minni um heimið, eg gleddist í! Minni um vinir í farnu tíð nú skal eg fara heim; onnur, eg veit, vóru vilst av leið, tey fóru heim, vóru burt koyrd ei; skal eg tá ivast og drála! Nei, nú skal eg fara heim. Á, at eg viltist, tað ger mær ilt! Heima hvør stund var við gleði fylt; nú alt mítt góða er burtur spilt, tó skal eg fara heim; innast mítt hjarta mær vitni ber: Gud enn meg elskar, ei illur er; náttin er køld, ei má drálast her nú skal eg fara heim. Thomas Chisholm (Amer.), ( Danielsen týddi). Út frá Guds trónu ár eftir ár rennur ein kelda, undurfull, klár; deyðans og skuggalandinum í flýtur í oyðimørk keldan so fríð. Niðurlag: Andin og brúðrin siga: Kom! Og tú, sum tystir, skunda tær, kom! Livandi vatn fæst úr kelduni reinari ævigt frítt. Og í hvørt sjúkt og syrgjandi sinn leiðir hin keldan gleðina inn, byrðina lættir, grøðir hvørt sár, sálini veitir Guds sólskin og vár. Hvussu so fátækt hjarta títt er, og hvønn ein ófrið bróst títt enn ber, lívskelduvatnið skapa kann brátt bjartasta sólskin úr myrkastu nátt. Ævigt hon rennur, lívskeldan rein, men heimsins brunnar torna, hvør ein; lívskelduvatnið altíð er til; lukkulig sálin, ið søkja tað vil! Tandberg (Noreg), ( Danielsen týddi). Tá sól í kvøldarroða vóð, og Zions staður lá í stillum, mildum frið og ró, ein sjáldsom sjón sást tá: Tá bóru tey til Jesus fram tey sjúku, stór og smá, og hendur á tey leggur hann, og heilsubót tey fá. Og soleiðis vit savnast nú um teg, ja, um teg bert; um ei várt eyga sær teg, tú tó nær hjá okkum ert. Og synd og neyð, hvørt sár, hvønn løst, ja, alt vit bera tær, tú gevur frið í friðleys bróst, hin bundni frælsi fær. Ein sál er her, so sjúk av synd, eitt hjarta sundur stoytt, og ein er lamin, ein er blind, ein onnur deyðatroytt; øll rætta sína trúarhond til tín, á Frelsari! Tú loysa kanst tey sterku bond og grøða sárini. Tú, sálarlækni, sært tað jú, tey loyndu hjartasár, og neyð og ræðslu kennir tú og telur sorgartár. Enn eins og fyrr tú sigur her: Eg vil; verð reinur! ja, sál, lít á hann, nú nær hann er, so skalt tú kenna tað! (Jákup Olsen týddi). Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað, heim til mín Gud, heim til Gud, inn í hin bjarta, hin æviga dag, heim til mín Gud, heim til Gud, hvítar sum snjó eru høllirnar har, følnaðar blómur har aldri ein sær, svunnin er náttin, sum her niðri var. Heim til mín Gud, heim til Gud! Aldri har rennur eitt iðranar tár í Himmalheiminum har; lívssólin skínur so bjørt og so klár í Himmalheiminum har; svunnin er sorgin og sárini grødd, gráturin køvir ei har vára rødd, inn at Guds hjarta vit halla várt høvd í Himmalheiminum har. Ei skulu vinir tá skiljast sum her í Himmalheiminum har; gleðin og friðurin valdandi er í Himmalheiminum har; lívsáin rennur har glitrandi fríð, har á gullgøtunum gloymt er alt stríð, tá verður gleði, ei endar tann tíð í Himmalheiminum har. Har ljóðar songurin betur enn her; kom hagar, kom hagar, kom! Markað til deyða alt her niðri er; kom hagar, kom hagar, kom! Fagurt er staðið, sum Jesus tær beyð, har sløkkist sorgin, og gloymd er øll neyð, har blómar rósan í Saron so reyð; kom hagar, kom hagar, kom! ( Danielsen týddi). Nærum frelstur sál, minst til, hvat hetta orðið í sær ber! Nærum frelstur heilt fortaptur! Einki har ímillum fer. Heldur tú Agrippa kongur ikki nærum frelstur var, tá hann, av Guds orði sligin, segði: Lítið vantar mær! Ríki unglingin, sum kom og søkti Jesus var hann ei nærum frelstur! Og tó fall hann, valdi deyðans myrku leið. Ivaleyst á Nóa døgum mangur nærum frelstur var; tó, á dómsins døpru vøtnum nærum ongan uppi bar. Nærum frelstur heilt fortaptur! Eingin meðal vegur er; deyð er sálin, sum ei livir livir í Guds Soni her. Nærum frelstur heilt fortaptur! Dýra sál, á, ansa tær! Dómadagur fult skal vísa, hvussu satt ið hetta var. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen tyddi). Eftir at sáað er syndin øll her, eftir at stuttleikin følnaður er, glasið er runnið, mót grøvini ber á, hvat verður heystið tá? Niðurlag: Kom heim, kom heim, leita sum skip í havn! Kom heim, kom heim, inn í Guds kærleiksfavn! Syndari, vend tær til Jesus, vend við, halt ikki fram uttan mál, uttan mið! Burtvilsti sonur, hann býður tær frið! Hoyr, Meistarin kallar teg! Jesus nú bíðar tær, gev honum svar! Guds børn, tey senda upp bøn fyri tær, Andin, hin hjálparin mildi, er nær hoyr, Meistarin kallar teg! George Hopkins. ( Danielsen týddi). Tann dagin, Jesus frelsti meg, tað var so sæl ein stund; hann syndir mínar tók á seg, tað var so sæl ein stund. Hann segði tá: Eg fyri teg læt lívið, kom og trúgv á meg! Eg kom og slapp frá byrðini tað var so sæl ein stund. Niðurlag: Tað var, tað var so sæl ein stund, tað var, tað var so sæl ein stund; tá Jesus gav mær hjartafrið, tað var so sæl ein stund. Eg syngi um hans kærleika við gleði, tí hann gav mær frið og tveitti syndina í djúpa, djúpa hav; hin lukka ikki metast kann við nakað, sum á fold eg fann; og skjótt, so skal eg Jesus sjá og vera honum hjá. Til hann eg bjóði syndarum og sigi við teir tá: Kom, boygg teg fyri Lambinum, og tú skalt náði fá! Hans blóð, tað er tær sálarbót; um tú tí taka vilt ímót, so fært tú frið við krossins fót á, sæla, sæla stund! (Jákup Olsen týddi). Komið, treingjandi og fátæk, veik og sligin, sjúk og sár! Jesus eigur mátt og vilja, hoyrir róp og sær hvørt tár. Nú, tú armi, ver vælkomin! Kom og vinn tær sælan lut! Einfalt álit á Guds Soni, tað er leiðin fram til Gud. Ivast ikki, ver ei ræddur, einki bøt, kom, sum tú ert! Alt, ið tú kanst ofra Gudi, er eitt brotið hjarta bert. Komið, syndafull og fallin, niðurboygd av tungum stríð! Bíða ei, til tú ert betri! Tá tú kemur onga tíð. Joseph Hart, ( Danielsen týddi). Hvør álvarsom og greið man ljóða Jesu rødd: Tann sál, ið frelst skal verða, má av nýggjum verða fødd! Av nýggjum verða fødd er tað, sum Harrin vil; tí betran munar ikki her, nei, lív vit treingja til! Av nýggjum verða fødd og lív frá Gudi fá; tú aðrar leiðir royna kanst, men ei til Himmals ná. Av nýggjum verða fødd og koma heim til Gud; bert tann, hvørs hjarta reinsað er, kann fá hin sæla lut Av nýggjum verða fødd! Hann rópar: Kom til mín! Og honum leingist enn í dag at senda lív til tín. ( Danielsen týddi). Møtast vit, har bylgjan tigur, hinumegin deyðans flóð, har sum sløkt er sorgin sára, har sum hvíla hjørtu móð? Niðurlag: Møtast vit, møtast vit, møtast vit, har bylgjan tigur, møtast vit, har bylgjan tigur, hinumegin deyðans flóð? Skulu vit, tá ferðin endar, síggja ljósu Himmallond, møtast har og kasta akker við ta bjørtu, føgru strond? Møtast vit í staðnum hinum, sum av krystal bygdur er, sum við gull og jaspis glitrar, Harrans egna merki ber? Har hin søti hørpusláttur og hitt vakra gleðilag ljóðar gjøgnum høgu hallir, tónar um hin gylta stað? Skulu vinir har vit hitta, sum vit sára syrgdu her, hoyra kærar, kendar røddir syngja blítt: Vælkomin ver! Skulu vit, tá Jesus kemur, honum møta frelst og frí, síggja glað hans ásjón mildu, koma tá hans ríki í? Horace Louis Hastings (Amer.), ( Danielsen týddi). Á syndari, ber ei meir tín myrka iva, men gev teg til Jesus nú, og tú skalt liva! Um tú ei í dag tær vilt til Jesus venda, o, hvat skalt tú gera, tá títt lív er endað! Tí Frelsarin vil, at øll hann skulu eiga, og eingin skal halda fram á vegnum breiða, tann vegurin breiði hevur beiskan enda; tí biði eg teg til Jesus tær at venda. Óli Reinert, Hoyrið nú boðskapin gamla um alstóra gleði, boðskap, ið geva kann fólkinum lívsmót og megi: Føddur nú er Frelsarin sterki, sum ger Eden á vónleysum vegi! Hoyr tað, tú armi, sum tærdur av ivanum gongur: Ikki tær nýtist at trilva í myrkrinum longur! Her kanst tú fá stillaða djúpastu trá, ljóða skal slitnaði strongur. Hoyr tað, tú ræðslunnar trælur, sum troyttur manst fjaðka deyðræðslan dirvi og vón undir føtur man traðka hoyr nú um hann, sum yvir deyðanum vann, setti sín fót á hans nakka! Hoyr tað, tú falni, sum alt fyri syndina seldi reinleiki, ungdómsvón tærdust í lystanna eldi her bøtist alt, livna skal hjartað so kalt, brótast skal myrkursins veldi! Hoyr tað, tú iðrandi sál, sum mót dóminum skoðar skelvandi tykist tú sjá, hvussu eldurin logar fáa tú kann náði, sum røvarin fann, hoyr tó, hvat Harrin tær boðar! Hoyrið tað øll! Tykkum øllum er Frelsari føddur; hoyr tað, tú ungi, og tú, sum ert gamal og møddur! Lív kanst tú fá, frelsu og uppreising ná, frígjørdur verða og grøddur. Victor Danielsen, Tú stendur, Harri Jesus, við hjartans stongdu dyr, so elskandi og tolin tú stendur enn sum fyrr! Tú bankar, Harri Jesus, og hygg, tín hond er særd, títt høvur krýnt við tornum, tín eyma ásjón bard! Á undurfulla náði, at so tú standa vilt! Tó syndin steingir dyrnar, tú kallar enn so milt. Til tín hann talar, vinur: Eg doyði fyri teg; og letur tú tá aftur, vilt ikki hoyra meg? Lat upp nú, sál, og hoyr hann, og trúgv á hann í dag, lat hjartað svara honum eitt heilt og ódeilt ja! William Walsham How (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hitt stóra orðið hvør ein, tað ljóðar fyri mær, hvør og ein, sum trýr á hann; ein streym av vón og frelsu hitt orðið ber við sær: Hvør og ein, sum trýr á hann. Niðurlag: Á hitt orðið hvør ein, hvør og ein, sum trýr á hann! Hans fría náðiboð er í gildi enn sum fyrr: Hvør og ein, sum trýr á hann. Hitt glaða lívsins boðið, hvørt sinn eg lesi tað: Hvør og ein, sum trýr á hann, tá minnist eg, tað er til hvønn syndara í dag, hvør og ein, sum trýr á hann. Eg hoyrdi hetta orðið, eg trúði og fann frið: Hvør og ein, sum trýr á hann; og nú eg bjóði øðrum at grípa hetta við: Hvør og ein, sum trýr á hann. Øll æran veri honum, sum doyði fyri meg! Hvør og ein, sum trýr á hann! Á vinur, kom og hoyr hann, so vil hann frelsa teg! Hvør og ein, sum trýr á hann! Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Ert tú troyttur, ert tú sjúkur, hvílir sorg tær á? Kom til mín, ein sigur, og tú hvíld skalt fá! Ber hann krúnu eins og aðrir kongar bera her? Ja, men heiðurskrúna hans av tornum er! Biður tú hann frelsa teg, ei sigur hann tær nei, fyrr skal sól og máni svíkja sína leið. Stríð og spott og hatur fært tú, um tú hoyrir hann; á, men størri er tann arvur, hann tær vann! Stephen Sabaitur, ( Danielsen týddi). Gud kallar enn! Og skal tá tó enn syndin tykjast tær so góð? Skal svinna hvør ein náðistund, og sál tín sova deyðans blund? Gud kallar enn! Statt upp í dag og svara nú hans kalli ja! Vilt tú hans kærleik spotta so og kasta burt hans náðiboð? Gud kallar enn! Hann bankar nú, og hjartadyrnar stongir tú? Hans Andi rørir nú við teg, og tú fert fram tín gamla veg? Gud kallar enn! Hans sterka hond brátt loysa vil øll syndabond; tú ivast hann fer ei avstað, men kallar, bíðar enn í dag. Gud kallar enn! Tú orkar ei at svara enn hans kalli nei? Frá heiminum tú vendir brátt, tí Harrans kall teg hevur nátt? Gerhard Tersteegen (Týskl.), ( Danielsen týddi). Kom til krossin, har er hvíld at finna fyri hvørt eitt troytt og byrðað sinn! Har, bert har tú syndina kanst vinna, har, bert har kann fáast friðurin; lat bert um teg ýla stormin villa! Tað er lívd við krossins fót hjá tær; lat bert syndabylgjur bróta illa! Frið í blóðinum tín sál tó fær. Tveimum harrum kanst tú ikki tæna, eingin gyltur meðalvegur er; verðin vil tín hjartafrið bert ræna, Jesus eina til tín frelsu ber. Legg teg í hans favn, so skalt tú kenna trygd og hvíld og ró halleluja! Skunda tær tó til hans kross at renna himmalleiðin ber um Golgata! Aldri heimsins toka teg skal villa, altíð kanst tú stýra beina kós, sjálvt á nátt tær ei skal gangast illa, Harrin sjálvur vera skal títt ljós. Lat á Klettin nú títt akker falla! Streymurin ei tekur skip títt tá; upp til Jesu bróst tú kanst tær halla, liggja har hans eyma hjarta hjá. (Jákup Olsen týddi). Visti tú, hvør Jesu hjarta brennur, vinur, fyri tær, gleðitár óivað høvdu runnið tær av eyga har! Niðurlag: Ja, hann vil, ja, hann vil sum tú ert, í favn teg taka, sum tú ert, í favn teg taka, ja, hann nú teg frelsa vil! Visti tú, hvør honum leingist eftir bert at frelsa teg, ikki hevði tú tá farið longur fram á egnum veg. Kom til Harran, hann teg elskar, honum takk av hjarta sig! Syndir tínar burt hann tekur, gevur frelsu, sælu, frið. ( Danielsen týddi). Hjarta, sum heimurin svikið bert hevur! Nógv man hann lova, og lítið hann gevur; Jesus, tín Frelsari, rópar í kærleika: Kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Stríðandi hjarta, sum leingist at hvíla, tungliga strevar tú árla og síðla! Friðin, tú saknar, hjá Jesusi finnur tú; kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Tystandi hjarta! Her lívskeldan flýtur; breyðið av Himlinum Jesus tær brýtur; hungrandi hjarta, kom drála ei longur nú! Kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Syrgjandi hjarta, sum fíggindin særdi! Lítið tær batti, at sorgin teg tærdi; trúgv tó á Jesus, so reisir hann alt, ið fall! Kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Svenskur. ( Danielsen týddi). Jesus grætur, verðin lær, vitleys hon á grøvum spælir; eins og eingin vandi var, dansa deyðans blindu trælir; millum øvund, lygn og hatur verðin lær, men Jesus grætur. Endin kemur, hoyr, tú verð, hoyr, hvør sál, í syndum leinkjað! Sært tú ei, hvar leið tín ber, kanst tú ei um endan teinkja? Aftan á tín dans og látur kemur tannagrísl og grátur. Jesus grætur; blotni nú hjørtu, sum ei angur kenna! Arma verð! Nú fegnast tú; skjótt tú skalt sum hálmur brenna. Tagni øvund, lygn og hatur, blotni hjørtu! Jesus grætur! Bernhard Ingemann (Danm.), ( Danielsen týddi). Ljóðið, himmalhørpur, berið gleðiboð, at ein sál er frelst úr synd og neyð! Hon um Jesus hoyrdi, trúði honum, og Faðirin vælkomna hana beyð. Niðurlag: Prís og heiður! Hoyrið einglarnar! Prís og heiður! ljóða hørpurnar. Frelstar sálir syngja heiðurssong um hann, sum teim falnu lív og frelsu vann. Ljóðið, himmalhørpur, berið boð um frið! Frið fekk hjartað, ið var troytt og møtt; víkja mátti syndin, deyðans ræðsla við, leinkjur brustu, og hvørt sár varð grøtt. Ljóðið, himmalhørpur, ljóðið nú í dag, ljóðið nú við gleði og við gleim! Einglar bera boð um lívsins ljósa stað, at ein dýrt keypt sál er komin heim. William Cushing (Amer.), ( Danielsen týddi). Tað blóð, sum rann á krossinum á Golgata hin dag, frá dóminum, frá deyðanum, frá øllum frelsir tað; hans blóð í dag enn hevur kraft, ta somu, sum tað hevur havt. Niðurlag: Ja, Jesu blóð, hitt dýra Jesu blóð, tað frelsir enn í dag, tað freisir enn í dag; tað frelsir øll, sum líta seg á tað, tað frelsir enn í dag. Hann sá ta neyð, sum tú vart í, hann visti, at tú var fortaptur, um hans blóð ei rann og frelsu veitti tær; tí fleyt hans blóð, hitt einasta, sum frelsa kann ein syndara. Hans blóð, tað ber tey boð til tín at straff tín borin er, og um tú trýr á tað, so ert tú frelstur nú og her, tí alla tína skuld galt tað, kom, trúgv og lít á tað í dag! Jákup Olsen, Hin stóri lækni nær nú er, hin miskunnsami Jesus; til hjørtu móð hann uggan ber kom, hoyr nú Harran Jesus! Niðurlag: Dýrasta navn, í Himli er, dýrasta navn á foldum her, dýrasta ljóð, ið sungið er: Jesus, Jesus, Jesus! Eg leið og doyði fyri teg, so talar Harrin Jesus; tú lívið fært við trúgv á meg kom, trúgv á Harran Jesus! Øll æra veri Lambinum! Eg trúgvi nú á Jesus; Hann sigur vann av deyðanum, eg liva skal sum Jesus. Sæl var tann stund, tá hann meg fann! Eg elski Harran Jesus, eg elski hvønn, ið elskar hann, eg elski navnið Jesus. Tá savnað kring hans kongastól vit síggja Harran Jesus, har eina hann er ljós og sól tá syngja vit um Jesus. William Hunter (Írl.), ( Danielsen týddi). Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera; steðga og hoyr hesi boðini nú! Syndarar frelsir hann, skunda tær, vinur! Jesus, hann kallar teg, hví bíðar tú? Niðurlag: Ja, teg nú hann kallar, ja, teg nú hann kallar, ja, Jesus teg kallar, hann kallar teg nú! Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera, gleðilig boð fyri sorgarfull bróst; heimurin eigur ei líknandi tilboð, aldri tað svíkur, á, signaða troyst! Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera; náði nú býðst tær, tú syndsærda sál, Frelsarans náði skal bond tíni slíta, loysa hann vil hvønn ein syndbundnan træl. Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera; sel ikki sálina, spotta ei meir! Jesus, hann biður teg: Far ikki longur! Alt fyrigevur hann, syndari hoyr! Eg fekk frá Jesusi boðskap at bera; sorgtyngdi syndari, friðarboð hoyr! Lít nú á Harran, hin elskaða Jesus, skunda tær, ger tað nú, áðrenn tú doyr! ( Danielsen týddi). Sáðið, tú sáar, tá morgun svann, sáðið, tú sáar, sum dagur rann, sáðið, tú sáar á kvøldartíð, sáðið, tú náttmyrkri sáar í á, summarið líður, heystið kemur! Hvør ávøkstur verður tá? Niðurlag: Sáað um dag ella dimmastu nátt, sáað í máttloysi ella í mátt ilt grør av illum, av góðum gott tíðin fer, og koma skal heystið brátt. Sáðið, ið fellur, har breyt er hørð, sáðið, ið fellur í gaddajørð, sáðið, ið fall, har sum illgras stóð, sáðið, ið fellur, har mold er góð á, summarið líður, heystið kemur! Hvør ávøkstur verður tá? Sáðið, ið volda man sorg og sút, sáðið, ið dríva man vitið út, sáðið, ið spilti eitt navn fullgott, sáðið, ið volda man skomm og spott á, summarið líður, heystið kemur! Hvør ávøkstur verður tá? Sáðið, ið fall, meðan stríðið brann, sáðið, ið fall, meðan grátur rann, sáðið, ið vónina við sær bar, sáðið, í trúskapi sáað varð á, summarið líður, heystið kemur! Hvør ávøkstur verður tá? Emily Oakey. ( Danielsen týddi). Í trúnni vit heimlandið sjá við lívsins ta glitrandi flóð, har tey heiløgu hørpurnar slá til songin um Frelsarans blóð. Uppi har, uppi har, á, minnist til heimlandið har! Uppi har, uppi har, uppi har, á, minnist til heimlandið har! Mangan vinin vit minnast, sum her kendi Jesus og elskaði hann, sum nú klædningin snjóhvíta ber og sín Frelsara tilbiðja kann. Uppi har, uppi har, á, minnist til vinirnar har! Uppi har, uppi har, uppi har, á, minnist til vinirnar har! Vit vita, at Jesus er har, at hans andlit har altíð tey sjá; tú ófrelsti, skunda tú tær ein stað í tí landi at fá! Uppi har, uppi har, á, minnist, at Jesus er har! Uppi har, uppi har, uppi har, á, minnist, at Jesus er har! Og Jesus skal koma nú brátt at taka tey elskaðu øll, sum trúnna á hann hava átt, til sín í ta himmalsku høll. Uppi har, uppi har, vit finnast nú skjótt uppi har! Uppi har, uppi har, uppi har, vit finnast nú skjótt uppi har! Huntington (Amer.), ( Danielsen týddi). Á, eg minnist væl hin dag, aldri kann eg gloyma tað, tá ið dagur í sálini rann, tá mín synd so tung og stór, alt, ið tá meg nívdi, fór mær frá hjartanum burtur og svann! Niðurlag: Har við krossin tað var, har mín Jesus eg fann, tað var har, mín fótur fekk fasta grund; tá mítt trúareyga sá hann, sum doyði krossi á, øll mín syndaskuld svann tá sæla stund! Eg í svørtum myrkri gekk, einki ljós eg síggja fekk, hvar eg royndi, hvør leið var mær stongd; ongan frið mítt hjarta fann, ei, mín tunga byrði svann á, so stór var mín neyð og mín trongd! Nú er sál mín frí og glað, tí eg fekk at síggja tað, at mín skuld goldin var við hans blóð; tí er endað øll mín neyð, og mín synd, sum blóð so reyð, burtur er, og mín sál hvít sum snjó. Vinur, tyngja byrðar teg? Kom tú henda sama veg, og títt hjarta skal kenna Guds frið! Onnur eiga frið við Gud, onnur eiga henda lut kom, á sál, tú skalt eiga hann við! Elisha Hoffman (Amer.) (Jákup Olsen týddi). Siglir tú lívsins hitt stormandi hav, langt frá tí lukku, tín barndómur gav, frá teim foreldrum, ið elskaðu teg, og sum teg lærdu um Frelsarans veg? Niðurlag: Siglir tú lívsins hitt stormandi hav? Steðga nú, vinur, tú veitst ikki av, fyrr enn teg deyðin kann taka í favn; ov seint er tá til at leita í havn. Siglir tú? Steðga nú skútuni her, áðrenn í myrkri tú siglir á sker! Kennir tú vandarnar havinum í? Sálirnar ótaldar sukku í tí. Syndhavið villa á, siglir tú har? Vel ikki deyðan, nú Gud býður tær venda tær burtur frá synd á, vel hann, frelsuna vel tær, nú, meðan tú kann! Siglir tú? Velja tú mást ger tað brátt Himmalsins ljós ella Helvitis nátt! Kalla á Harran enn, enn kanst tú fá lívið og sæluna ivast ei tá! ( Danielsen týddi). Er reyð tín synd so sum skarlak og blóð, ræddur og vónleysur tú, rennur tó bjargingarkeldan so góð Jesus vil frelsa teg nú! Niðurlag: Jesus vil frelsa teg nú, Jesus vil frelsa teg nú, ja, Jesus vil frelsa frá deyða og synd Jesus vil frelsa teg nú! Gjørdist tær gleðin í heiminum tóm, fyllist av deyðræðslu tú, kom tá til hann, sum bar deyða og dóm Jesus vil frelsa teg nú! Komi so deyðin, tá sál tín er frí! Syngja tá glaður kanst tú: Sigurin vunnin er, endað mítt stríð! Jesus vil frelsa teg nú! ( Danielsen týddi). Eg tystur var í syndaoyðimørkini, og onga sanna gleði har eg fann, men so ein dag frá krossinum hjá Kristusi eg sá, at lívsins vatn í streymum rann. Niðurlag: Drekka nú eg kann av lívsins keldu, andi mín fekk ró, mín sál er glað og fró. Drekka nú eg kann av lívsins keldu, á, undurfulla vatn í yvirflóð. Av heyggjum Harrans rennur lívsins vatn so søtt, við friði Guds tað fyllir mína lund. Mær dýrd og signing fylgir og mín leið er sløtt, eg syngi ?halleluja? hvørja stund. Á, syndari, kom tú í dag til Golgata, har rennur lívsins kelda djúp og víð. Nú Frelsarin tær býður frítt til kelduna, sum sløkkir tosta fyri alla tíð. John Peterson. ( Zachariassen týddi). Sál mína varðveit dag um dag blóðinum í, blóðinum í! Frá iva frelst hon veri glað blóðinum dýra í. Niðurlag: Blóðinum dýra, dýra í, reinsað og grødd verður sál mín í tí! Varðveit, Frelsari, meg hvøn dag blóðinum dýra í! Ein syndari bert frelsast kann blóðinum í, blóðinum í; sín Frelsara bert kennir hann blóðinum dýra í. Mítt hjarta varðveit heilt hjá tær, blóðinum í, blóðinum í, og Andans fylling unnist mær blóðinum dýra í! Veit Andans ávøkst, hjartafrið blóðinum í, blóðinum í, og goym meg allar ævir við blóðinum dýra í! ( Danielsen týddi). Á teim ljósu strondum, hvar øll tey frelstu møtast, har eingin stormur ýla fær møt mær har! Har sum myrkrið svinnur brátt, har í dag er vend øll nátt, har sum alt er ljóst og gott møt mær har! Niðurlag: Møt mær har, møt mær har, har sum lívsins træ man blóma, møt mær har! Har sum stormar tagna brátt, har sum aldri verður nátt, har tey frelstu savnast brátt møt mær har! Besta vón ei her er føst, sorgin nívir mangt eitt bróst, men í Himli alt er ljóst møt mær har! Har sum uppfylt er hvør vón, har sum trúgv er vend í sjón, myrka nátt er broytt í nón møt mær har! Har tey frelstu syngja hátt til hin søta hørpuslátt, har í ævir alt er gott møt mær har! Har ei skilnarsótt er meir, har ei sorgir eru fleir, har sum aldri nakar doyr møt mær har! (Jákup Olsen týddi). Upp, hvør ein sál á foldum her, um kærleik Guds at hoyra, sum lívsins orðið sálum ber, sum letur upp várt oyra: At hvør ein armur syndari kann fáa lut í náðini, ja, ævigt lív og gleði! Hitt orð um náði Guds, sum beyð sín frið til sálir móðar, hitt orð um Jesu blóð og deyð, so sterkt og dýrdligt ljóðar, at tað av deyða vekur tann, sum ei sær sjálvum bjarga kann, um hann í trúgv tí fagnar. Tað skínur inn í hjartans nátt, so har av degi lýsir, og Jesus, Frelsaran, tað brátt tí rædda sinni vísir; tá lívið ævigt sálin fær, tá reisist alt, ið fallið var, og syndavald má dvína. Lat tí, tú stóri, mildi Gud, títt orð við mátti ljóða, at mangar sálir fáa lut í tínum ríki góða, at armir syndarar, sum nú í myrkri ganga, sanna, tú teir elskar og teir frelsir! Brorson (Danm.), ( Danielsen týddi). Kom, kom, tú syrgjandi, kom, tú, sum líður, kom, tú, sum særdur ert á lívsins veg! Kom til tín Frelsara, hoyr, hann tær býður: Syndarum frelsu og frið gevi eg! Troyst ber hann syrgjandi, sjón hinum blinda, hann, sum á krossinum ofraði seg; hoyr, hoyr hans náðiorð: Hevur tú syndað syndarum frelsu og frið gevi eg! Úr særdu síðu hans lívskeldan rennur, keldan sum reinsa og grøða kann teg; hoyr friðarheilsu hans, sum best teg kennir: Syndarum frelsu og frið gevi eg! Thomas Moore (Írl.), ( Danielsen týddi). of Sum ein roykur, í stilli man standa, so er menniskjalívið á fold; vinur, skilir tú ikki tín vanda? Tínir javnlíkar leggjast í mold. Niðurlag: Sum ein roykur, ið burtur man tynnast, eru menniskjans stokkutu ár; brátt her eingin oss longur skal minnast, sum ein skuggi er ungdómsins vár. Hvørt eitt lív er sum grasið, ið følnar, tað um summarið stendur so frítt; kinnin reyða so brádliga kølnar, deyðin kemur og krevur skjótt sítt. Hetta eina tú gjølla kanst síggja: Ikki altíð tú vera skalt her; søk tí Gud og ei longur hann skýggja! Hann hin trúfasti vinurin er. Undan Guds dómi kann ikki flýggjast; Jesus gera kann hjarta títt reint; skjótt skal lívssólin longur ei síggjast, men í dag er tó ikki ov seint. Nú brátt deyðin og tú skulu hittast, allar staðir hann finna teg kann; vilt tú tá til Guds Himmal upp lyftast, trúgv á blóðið, á Golgata rann! Blóðið, sum allar syndir kann tváa, rann hin dagin á Golgata træ, og tað er fyri einki at fáa fyri tann, sína synd hevur sæð. Óli Reinert, Skiftir á havinum stormur og stilli, logn eina løtu, ta næstu ein ódn; so eftir eydnuna mótgangur villi nívandi fellur á menniskjabørn; friður ei er á foldum her, vónbrot og stríð er tað, heimurin ber. Veðrið er líkt einum menniskjahjarta: Mangur stóð stinnur, tá eydnan var blíð; brotnar tá alt sløknar ljósið hitt bjarta tá ræður stúran bert sálini í; vanlukkan fann veikan hvønn mann, rikin sum vrakið á sjónum varð hann. Enntá um muðurin songirnar glaðar ber fram, er hugurin fullur av sorg, angistin dimmir teir ljósastu dagar hvar er mót deyðanum tryggjað ein borg! Hvar kann ein tá troystina fá? Hvønn kann ein leggja sítt vónloysi á? Stúrandi sinni, legg frá tær tín ótta, ivandi sál, hoyr eitt friðarboð milt: Er ikki ein, sum kann ódnirnar hótta, siga við brúsandi havið. Verð stilt! Óræddur ver! Harrin er her, bjarga hann vil og tær hjálpina ber. Søk hann, um dagarnir eru tær góðir! Hann er hin vinur, ið svíkja ei kann; men sveik á náttini akker og róður, kalla á Jesus, og frelsa vil hann, stjørnan so blíð myrkrinum í! Lít á hann! Ei ert tú svikin í tí. Dýrasti Frelsari! Við tær í fylgi óttist eg ikki hitt stormandi hav, søkki eg ei undir holvandi bylgju, nei, eg skal flóta, tá ódnin er av; trygt skal við tær sigla mítt far, lenda á himmalsku strondini har. Casper Johs. Boye (Danm.), ( Danielsen týddi). Veitst tú, hvat ið tað er, bert at trúgva, um so sinnið er byrðað og tungt? Veitst tú, hvussu við trúnni á Jesus myrkrið lættir, og hjartað gerst ungt? Niðurlag: Eg veit um hetta, á Jesus líta, og eg kann vitna, at tað ber til; tá eingin annar á jørð kann hjálpa, tá frelsa kann hann og frelsa vil. Veitst tú, hvat ið tað er, hann at hoyra og við lyftinum náa í havn? Veitst tú, at tað, sum fyrr var ógjørligt, kann ein gera í trúgv á hans navn? Veitst tú, hvat ið tað er, bert í trúnni standa Djevulsins freisting ímót? Veitst tú, at við at líta á Jesus fært tú figgindan undir tín fót? Veitst tú, hvat ið tað er, millum mangar fara einsamur lýdnisins leið? Veitst tú, at ein kann Jesusi fylgja, um so onnur tað vágaðu ei? Veitst tú, hvat ið tað er, móti øllum, ið tú følir, at líta á hann? Veitst tú um hina himmalsku gleði, ein í trúnni á hann kenna kann? Hans Mygind (Danm.), ( Danielsen týddi). D d. Tað er ein onnur, betri verð, ljós og góð, ljós og góð, har synd og deyði ikki er, ljós og góð, ljós og góð, har heiløg gyltar hørpur slá, har gleðisongur ljóðar frá, við lívsins træ og lívsins á, ljós og góð, ljós og góð. Hitt ónda finst ei har, onei útistongt, útistongt! Har deyði, dómur saka ei útistongt, útistongt! Hin frelsti er har Gudi nær, men ófrelst eru ikki har, ei nakað syndigt atgongd fær útistongt, útistongt! At keypa okkum stað hjá sær Jesus leið, Jesus leið; hvør, á hann trýr, nú atgongd fær Jesus leið, Jesus leið. Hvør bundin sál kann verða frí, hin ljósa staðin koma í, hin deyði brátt skal livna, tí Jesus leið, Jesus leið. Nú, hvør ein sál, sum leingist, kom, kom í dag, kom í dag! Foreldur, systir, bróðir, kom, kom í dag, kom í dag! Á, kom, á, kom, tí tíðin fer, nú dagurin brátt liðin er, og náttin nærkast skjótur ver, kom í dag, kom í dag! John Lyth, (Jákup Olsen týddi). Teir níggju og níti kendu seg í oyðimørk liva væl; teir hildu seg ganga beinan veg, seg taldu í hirðans tal. Tó, ein var seyðurin fjøllum á, sum hjarta hans longdist heim at fá. Sig, hirði, kennir tú hesi øll? Men hvat fáa vit til svar! Hann peikar niðan á myrku fjøll: Hin burtvilsti gongur har! Hann er tað, eg hava heim nú vil, hann er tað, mítt hjarta stendur til. Men eingin av hinum frelstu veit, hvør døpur tann leiðin var, tá náttin køvdi, og kuldin beit, og ísurin fótin skar, men hirðin hin vilsta seyðin fann; frá upphavi hevði hann elskað hann. Hví flýtur slíkt blóð á tíni leið, á, hví er tín gøta reyð? Meg sjálvan kundi eg spara ei at frelsa mín vilsta seyð! Tí hevur hans hond tey djúpu sár, tí runnu á kinnini sorgartár. Men tá hann at enda seyðin fann og heim hann á herðum bar, tá hoyrdist í Himli songur tann, ið brimduna líkur var; tað ljómaði hátt um ljóssins stað, tá einglar sungu eitt fagnaðarlag. Elizabeth Clephane (Skotl.), ( Danielsen týddi). Vilt tú ei koma, vinur sig, til hann, sum gevur lív og frið? Nú Harrin kallar, svara ja! Hann kallar teg í dag. Niðurlag: Hann teg kallar, eymur kallar; far ei meir ta myrku leið! Hann teg kallar, mildur kallar; svara ei til kallið nei! Kom, nú tú hoyrir Harrans rødd, kom, og tín sál skal verða grødd, til náðiboðið svara ja, Hann kallar teg í dag! Á, hoyr hann siga: Óttast ei, tað var júst fyri teg, eg leið, eg dómin bar í tínum stað! Hann kallar teg í dag. Á vilsta sál, kom heim, kom nú! Har úti bíðar deyðin jú; til Andans kall nú svara ja! Hann kallar teg í dag. Ira Sankey (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Tá syndarin rætt sær sín váða og fellir beisku angurstár, vil Jesus frelsa hann og náða og grøða hjartans djúpu sár; í gleði verður sorgin sløkt, í bróstið hvílan sæla søkt. Tá Jesus inn í húsið stígur, og friðarheilsa hans so góð fer í hvørt hjarta inn, sum líður, og lætta fáa sinni móð, tá verður signing søt og blíð, tá verður semja eftir stríð. Um fyri honum upp er latið, har ókendur hann áður var, tá víkur synd og beiska hatið, og heidna myrkrið enda fær, tá verða sár og sorgir grødd, og hevjað verður lovsongsrødd. Við dyrnar stendur hann og bankar, og verður latið upp við bøn, so halgar hjarta hann og tankar, og friður verður hússins løn; nú, vinur, um tú gjørdi tað, hvør fekk títt hús ein sælan dag! Lat hann tí ei óhoyrdan standa, á dýra sál, gev hesum ans! Tú fullvæl veitst, tú ert í vanda, og at tær tørvar náði hans; nei, eyðmjúkt sig í sál og sinn: Kom inn, mín Frelsari, kom inn! Magnus Landstad (Noreg) ( Danielsen týddi). Jesus doyði fyri teg; er tað ikki gott! Tína revsing tók á seg; er tað ikki gott! Vára synd á krossi bar, várar byrðar tók hann har, keypti okkum heim hjá sær; er tað ikki gott! Er tað ikki gott, er tað ikki gott! Vára synd á krossi bar; er tað ikki gott! Tað er fullgjørt! segði hann; er tað ikki gott! Synd og deyða Jesus vann; er tað ikki gott! Grøvina hann legðist í, gjørdi okkum skuldarfrí, tá hann vann hitt stóra stríð; er tað ikki gott! Er tað ikki gott, er tað ikki gott! Gjørdi okkum skuldarfrí; er tað ikki gott! Hann av grøv við sigur steig; er tað ikki gott! Deyðin bant hann ikki, nei; er tað ikki gott! Grøvin hóttir ikki, tí Jesus keypti okkum frí, skjótt hann koma skal í ský; er tað ikki gott! Er tað ikki gott, er tað ikki gott! Skjótt hann koma skal í ský; er tað ikki gott! Nú hann er í Himlinum; er tað ikki gott! Biður fyri syndarum; er tað ikki gott! Øll, sum trúgva her á hann, heim til sín hann taka man, har tey einki saka kann; er tað ikki gott! Er tað ikki gott, er tað ikki gott! Har tey einki saka kann; er tað ikki gott! Bilhorn. (Jákup Olsen týddi). As-c. Skarlak, skarlak, er tín synd sum skarlak, hvít sum snjó verður hon gjørd við Jesu blóð. Blóðreyð, blóðreyð, um tín synd er blóðreyð, tó hon av Guds náði verður hvít sum ull. ( Danielsen týddi). Hví vilt tú sum trælur bera lógarinnar ok og bann, tá ið tú kanst fríur verða og Guds náði eiga kann! Nær hon er tær í Guds orði sum ein gáva trúgv tí bert! Jesus hevur dómin borið, tú kanst koma, sum tú ert. Deyði hans og kvøl á krossi veita grøðing æviga, og Guds børn á hesum plássi boða tær tí frelsuna. Dýra orð til sálir allar: Krossurin er frelsa tín! Kom tí, kom, nú Harrin kallar, trúgv, og náði hans er tín! Madsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Tá ið summar er liðið, og heystdagur við, bøn og prædika ljóða ei meir, tá ið eingin rødd boðar um náði, um frið, og Frelsarin kallar ei fleir ja, tá summar er liðið, og heystdagur við, á, ert tú tá har, har sum sól altíð sær, og syndbylgjan longur ei slær? Tá ið Andans rødd síðstu ferð rópt hevur her, hin rødd, eftir sálunum spyr, tá hin bjargandi hondin ta seinastu ferð hevur bankað á syndarans dyr ja, tá summar er liðið, og heystdagur við, á sig, skalt tú tá tína gullhørpu slá tí himmalsku strondini á? Tá ei syndarar meir gerast hvítir sum snjó tann tíð, hon kann koma so brátt vinur, skalt tú tá søkka í brúsandi flóð, fara út í ta ævigu nátt? Ja, tá summar er liðið, og heystdagur við, á, sælur tá tann, sum, tá alt annað svann, átti Jesus og trúði á hann! Samuel Francis Smith, ( Danielsen týddi). Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann, nú í stundini lív fyri teg; hygg tí, hygg upp á hann og verð bjargaður nú, hygg á Jesus, sum ofraði seg! Niðurlag: Hygg, hygg, hygg og liv! Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann, nú í stundini lív fyri teg. Hví hongur hann har sum eitt syndoffur tá, um ei misgerðir tínar hann ber! Hví flýtur úr síðu hitt reinsandi blóð, um ei skuld tín nú út strikað er! Ikki er tað tín bøn, tíni iðrunar tár, tað er blóðið, sum loysa teg kann; hygg á hann, sum hitt blóðið læt út fyri teg, legg nú byrðina yvir á hann! Amelia Hull (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hvør vil manna bátin, taka ár í hond? Hjálparleysar sálir dríva fjart frá strond; neyðarróp nú ljóða hart í myrku nátt; hvør vil manna bátin, brúka allan mátt? Niðurlag: Hvør vil manna bátin, halda nú avstað, hjálpa til at frelsa sálirnar í dag, rógva tungan róður, tolin halda á hvør vil manna bátin, sálum bjarging fá? Hjálparleyst á havi drívur mangt eitt vrak; hvør vil kvikur koma, taka ódnartak? Tóat stormur leikar, sjógvur gongur á Harrin er við róðrið, onkur bjargast tá! Gerst enn syndanáttin svartari enn svørt, tó av Himli lýsir náðisólin bjørt; leggið tí frá landi, bjargið syndarum, berið teim fortaptu Evangelium, Carrie Breck, (Jákup Olsen týddi). Jesus, vit hyggja upp móti skýggjum, vænta nú skjótt at síggja teg, so sum tú tínum tað hevur lovað! Á, sum tann stundin gleðir meg! Niðurlag: Einaferð kemur tann sæla stundin, tá Jesus aftur í skýggjunum er við sínum heilaga einglaskara; á vinur, ver til reiðar, ver! Jesus vil taka síni heim til sín, trongdin hin stóra byrjar tá; á vinur, flýggja undan tí vanda, meðan tú frelsuna kanst ná! Dómurin kemur, ikki hann bíðar longur enn til ásettu tíð; náðin hin fría enn er at fáa; móti Guds Anda ikki stríð! Eingin skal sleppa tá upp til Jesus, uttan hann honum hoyrir til; drála ei longur, gev teg til Jesus! Frelsan er fyri hvønn, sum vil. Lúðurin ljóðar, eingilin blæsur, ljóðið um allan heimin fer; Guds fólk tað hoyrir, Jesus tey síggja í skýggjum, har hann komin er. So øll tey frelstu savnast um Jesus, lovsongur brúsar sum ein á; hann tey tá upp til dýrd sína lyftir; hjá Jesusi vit vera tá. Óli Reinert, Komið til Jesus, drálið nú ei! Í síni bók hann vísir oss leið, eymliga kallar, svarið ei nei, nú ið hann sigur: Kom! Niðurlag: Sæli, sæli fundur einaferð, har sum synd og deyði ikki er! Endaleys gleðin, burtur øll sorg heima í Himmalborg. Komið, tit troyttu, segði jú hann, komið til mín! Ja, kom, hvør ið kann! Gott, um tú komst og frelsuna fann, drála ei, sál, men kom! Minnist, hann er her staddur í dag, kallar á tykkum, gloymið ei tað! Við teg hann talar skunda avstað: Kom til mín, barn mítt, kom! George Root (Amer.), ( Danielsen týddi). Sig, hvussu góður Harrin er, sig bert eitt orð, sig bert eitt orð! Statt fyri rætti, sannur ver, sig bert eitt orð um Jesus! Niðurlag: Sig bert eitt orð, sig bert eitt orð, boð um hans náði ber! Sig, hvat hann gjørdi fyri teg, sig bert eitt orð um Jesus! Krossin tak upp og treystur ber, sig bert eitt orð, sig bert eitt orð! Tað eina mannin glaðan ger; sig bert eitt orð um Jesus! Sig, hvussu frið títt hjarta fann, sig bert eitt orð, sig bert eitt orð! Tað onkun annan frelsa kann; sig bert eitt orð um Jesus! Ræðst ikki, ræðst ei verðina, sig bert eitt orð, sig bert eitt orð! Hann, ið helt út, fekk krúnuna; sig bert eitt orð um Jesus! Avis. ( Danielsen týddi). Har við veitslu kongs Belsazars og hans túsund stóru, tá tey úr gyltum steypum drukku, so sum orðið sigur frá, mitt í gleði og í gaman øll av ræðslu bivaðu, tí tey sóu, at á veggin kom ein hond og skrivaði. Niðurlag: Tað er Guds hond vegginum á, tað er Guds hond vegginum á! Verður sagt við teg: Ov lættur! ella: Frelstur bert við trúgv! Tí hin hondin, hon jú skrivar enn. Hygg hin gamli, trúgvi Dániel! Øll tey góvu honum ans, hann hin stolta kongin dømdi og gudleysu gerðir hans; at dómfeldur var Belsazar og hans stórmenn allir har, at hann ríkið skuldi missa tað var boðið, hondin bar. Hygg á Dániel, treystan, stinnan ræðslusligin hini øll! Trúgv og Andi sál hans fylla har í kongsins veitsluhøll; tó í útlegd sum ein fangi kendi Dániel Harran nær, hann ta handskrift kundi týða, sum á veggin skrivað var. Í Guds bókum verður skrivað ja, hin hondin skrivar enn; vinur, gev nú Gudi hjartað, kom og trúgv og Harran kenn! Tí ein dómadagur kemur, og hann nærkast uttan steðg, tá ið dómurin skal síggjast eins og skrivaður á vegg. Knowles Shaw (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Tú einki kanst gera til frelsu, tí fullgjørt er alt, hon er tín; hjá tær er at trúgva og takka, og Frelsarin kallar teg sín; tú syndina ikki kanst gjalda, og keypast Guds náði ei kann, tín frelsa er í einum øðrum, og skuldina alla bar hann. Ei kanst tú tær klædningin fáa, sum Frelsarans brúður skal í; bert blóðið kann gera teg reinan, tú hvítur bert verður í tí; ei hús kanst hjá Gudi tú keypa, men alt fyri einki tú fær, bert koma og taka tað ljóðar, tí alt er til reiðar gjørt har. Tú einki kanst gera at fáa tær sess við ta himmalsku fest, men rúm er av náði til reiðar, og Harrin tær býður til gest; her spyrst ei um, hvat tú kanst gera, hann gjørdi tað alt einaferð; ei spyrst um at royna og streva, um trúnna bert spurt verður her. Giverholt (Noreg). ( Danielsen týddi). Hvør er hann, sum bíðar, bíðar har við tínar dyr? Hvør er hann, sum bankar, bankar? Bankaði hann fyrr? Far og bið hann koma inn! Frið og vón hann ber; Frelsari tín bankar, bankar, Kongur tín tað er. Niðurlag: Lat honum upp, lat honum upp! Við dyrnar bíðar hann; lat honum upp! Tí annars frá tær hann fara kann. Hoyrir tú hann siga, siga: Kom, á, kom til mín! Fyri teg eg doyði, doyði, doyði deyða tín. Hygg mín síða, hygg mín hond, hygg, á, hygg á meg! Syndir tínar, mangar, mangar fyrigevi eg! Enn hans rødd teg kallar, kallar; hoyr, hvør mild hon er! Bið hann inn, ver kvikur, kvikur, áður enn hann fer! Skal hann, skal hann tá við sorg burtur venda sær, eina tí hans kallan, kallan, ei fær svar frá tær? Eitt sinn tú skalt bíða, bíða við tær gyltu dyr; eitt sinn tú skalt rópa, rópa hví komst tú ei fyrr? Hoyr tí kallið nú í dag, lívið ævigt vinn! Meðan enn hann bíðar, bíðar, bið hann koma inn! Austin Miles, ( Danielsen týddi). Eg spyrji ei, um tú ert ein av heimsins vísu, nei, og ikki, um títt navn er kent av monnum ella ei, ei, um tú eigur gull og fæ og góðs og garðar her, eg spyrji ei, hvat navn tú bert, og hvør tín standur er. Eg spyrji ei, um góður tú og mildur, stillur ert, og ikki, um tín vón er rík, og tolinmóð títt sterkt, ei, um í bøn og kærleika tú heitur ert, nei merk: Eg spyrji ei um dugnaskap og tíni dygdarverk. Nei, hetta alt ei hjálpa kann, ei hevur lív í sær; ein annan spurning er tað, ið eg her vil seta tær; hvør gáva góð til takksemi og eyðmýkt leiðir hon, men eitt er fyri neyðini sig, trýrt tú á Guds Son? Eg spyrji teg í Jesu navn, tað navn meg djarvan ger, um tú ígjøgnum Kristi blóð við Gud forlíktur er; er hann tín sæla, friður tín, tín vón ja, alt hjá tær? Fyrst tá títt stríð, tín dygd, títt verk, hjá Gudi virði fær. Á vreiðidegi góðs og gull tær onga bjarging ber, og manna vit og vísdómur hjá Gudi fáfongd er; hin borg, ið bert á sand var bygd, tá um galt, svíkti hon, nei, svara, svara ærliga: Sig, trýrt tú á Guds Son? Lina Sandell (Sv.) ( Danielsen týddi). Syndari, hoyr, tú, sum líður neyð, leiðin til krossin er frí! Jesus leið fyri teg krossins deyð, leiðin til krossin er frí. Tak tína byrði, legg hana her! Jesus bar hana, hvør tung hon er; kom, kæra sál, kom í dag, kom nú, leiðin til krossin er frí! Ei er tað orð uttan meining bert: Leiðin til krossin er frí; nei, tú skalt koma, og sum tú ert, leiðin til krossin er frí! Sig ei: Tað er ikki fyri meg, eg, sum jú gekk ein so myrkan veg! Kom, kæra sál, kom í dag, kom nú, leiðin til krossin er frí! Spyr ikki ivandi: Er tað so? Leiðin til krossin er frí! Til hvønn, sum vil, eru hesi boð: Leiðin til krossin er frí. Hygg burt av kenslum, og hvat tú ert! Her skal ei kennast, men trúgvast bert; kom, kæra sál, kom í dag, kom nú, leiðin til krossin er frí! Ei skalt tú reinsa teg sjálvan fyrst, leiðin til krossin er frí; sál, tú sum ert eftir frelsu tyst, leiðin til krossin er frí! Sig ikki: Ja, eg vil frelsast, men eg eri ikki til reiðar enn! Kom, kæra sál, kom í dag, kom nú, leiðin til krossin er frí! Hoyr nú, á sál, trúgv og frelsu kenn, leiðin til krossin er frí! Kasta hvønn iva og hvørt eitt men! Leiðin til krossin er frí; set teg í dag við Guds ríka borð, trúgv á hitt frelsandi lyftisorð! Kom, kæra sál, kom í dag, kom nú, leiðin til krossin er frí! Joël Blomquist (Sv.), ( Danielsen týddi). Greidliga vitna hitt frelsandi orð, greitt bjóða sálunum inn til Guds borð, peika á Jesus og hansara verk, og greitt lat tey ljóða, Guds náðiboð sterk! Niðurlag: Greidliga vitna, greidliga vitna, ber fram hitt frelsandi orð! Greidliga vitna, greidliga vitna, bjóða í dag til Guds borð! Greidliga vitna, og veri tað nú Harrin, sum talar, ei eg og ei tú! Ber fram eitt orð, sum ei misfatast kann, og tala um Jesus, so øll síggja hann! Greidliga vitna hitt frelsandi boð! Sálunum tørvar at hoyra tað so, at greitt tær síggja, at alt er fullført, at frí eru vit, Jesus alt hevur gjørt. Greidliga vitna, og noyð tey í dag, noyð tey at svara á tilboðið ja! Harrin skal virka, um tú einki kann, ber tú tí fram orðið, alt annað ger hann! Victor Danielsen, Ei langt, ei langt frá Guds ríki! Og heldur syndin tær tá? Tó mong nær við dyrnar vit síggja, innum fara tó bert so fá. Niðurlag: Hvør fá, ja, hvør fá fara inn! Hvør fá, ja, hvør fá fara inn! Tó mong nær við dyrnar vit síggja, hvør fá, ja, hvør fá fara inn! Ei langt, ei langt frá Guds ríki, har vinir nú bíða tær! Tó stígur tú ikki um markið, men stendur enn drálandi har. Tú ert í myrkri og vanda, og vónleyst er umkring teg; tó kennir tú, Jesus teg dregur til sín á hin himmalska veg. Ei langt, ei langt frá Guds ríki eitt stig, og nátt var á mál! Og vilt tú tá, vinur, tó kasta í ævirnar burt tína sál? Frederic Smith (Ongl.), f. d. eftir ( Danielsen týddi). Ella: Á syrgjandi syndari, sælur ert tú! Tí Jesus tær bíðar at frelsa teg nú; á sál, tú, sum av tínum strevi ert móð, stíg út, út á lyftið, og lít á hans blóð! Tú hungrandi, tystandi, sælur tú ert! Tí Jesus tær bíðar at metta teg bert; her borðreidd til tín er ein máltíð so góð, stíg út, út á lyftið, og lít á hans blóð! Tú sál, sum av syndini tyngist, ver glað! Frá Gudi eitt lyfti til tín er í dag: Í tín stað Guds Sonur í dóminum stóð, stíg út, út á lyftið, og lít á hans blóð! Stíg út, út á lyftið, og frelstur tú ert! Ver kvikur, við faldin av klæðum hans nert! Har, har fann eg frið, tá eg tyngdist av lóg, eg steig út á lyftið, eg leit á hans blóð. Miller, ( Danielsen týddi). Hvør mangt eitt lambið gongur á myrku fjøllunum í hungri og í kulda so langt frá hirðanum! Í tornum varð tað fangað, tá gleðin vunnin var, og eiturkend var blóman, sum vakrar litir bar. Niðurlag: Á, lat okkum lambið søkja, sum á deyðans leiðum er! Á, hvør gleði, ein dag kunna siga tað: Hygg, hitt vilsta lamb er her! Ja, hvør vil lambið søkja? Hvør elskar Jesus so, at gjøgnum stríð og offur hann ber tey gleðiboð? Ja, um so nógv tað kostar, hvør vil tó halda á at leita upp hitt falna og heim hitt vilsta fá? Hvør vil sítt egna gloyma, ei spyrja, hvat er lætt, men leita upp hitt lambið, sum er í vanda statt? Tí enn, enn Jesus bíðar, enn hurðin opin er, hann hyggur eftir honum, sum lambið vilsta ber. Hvør dýrdligt, um á kvøldi eg siga kann við hann: Her er títt lamb, á Harri, sum eg á fjøllum fann! Ja, sælur hann, sum líður við evangelium og breyð sítt lata fara vil eftir vøtnunum! Ellen Gates (Amer.), ( Danielsen týddi). Troytta sál, sum ófrelst gongur, kom í Jesu opna favn, skjótt býðst náði ikki longur, leita inn í tryggu havn! Niðurlag: Hví við særda hjarta tínum ganga, tá tú frið kanst fá? Kom við tínum syndum, pínum, hjálp mót øllum fært tú honum hjá! Hoyr so eym hans rødd tær bjóðar: ?Kemur tú?? so stilt hann spyr. Sál, til tín nú kallið ljóðar, nú hann er við tínar dyr. Lat nú vantrúgv, iva fara, søkk teg í hans náðiflóð, fyri teg skal ævigt svara krossins dýrabara blóð. Synd tín burt í ævir tváað, leið tín løgd til lívsins lond, ein dag skalt tú Jesus skoða, har á ljóssins føgru strond. ( Háberg týddi). Hoyr, ein rødd av Himli sigur: Fullgjørt er! Trúgv tí, tú, sum tyngist niður: Fullgjørt er! Niðurlag: Hoyr hitt boð frá trónuni, trúgv tí nú, tú ivandi, Harrin talar: Fullgjørt er! Trúgvin svarar: Fullgjørt er! Bið ei longur, prís fram ber! Lovið Gudi fullgjørt er! Hoyr, á krossi Jesus segði: Fullgjørt er! Trúgv nú á hans blóð og deyða! Fullgjørt er! Jesus teg kann reinan tváa, fullgjørt er! Fulla frelsu skalt tú fáa, fullgjørt er! Harrin Jesus kann ei lúgva, fullgjørt er! Ikki føla, eina trúgva, fullgjørt er! Trúgv, ið hvussu alt sær vendir! Fullgjørt er! Lít á orðið, sum tað stendur: Fullgjørt er! Hetta leiðin er til lívið: Fullgjørt er! Lívsleið tín, á sál, hon blívi: Fullgjørt er! Simpson (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Eigur tú tann vin, sum yvir øllum øðrum er, kennir tú tann frið, sum eina finst, har Jesus er, veitst tú, hvat tað er at hvíla tryggur í hans hond, ikki óttast bylgjurnar, ið bróta tær í nánd? Niðurlag: Hann gav lívinum innhald, og mín sál kann syngja frítt, hann gav lívinum innihald, og hann fylti hjarta mítt. Tú, sum vónleysur fjakkar um, ongan útveg síggja kann, kom og gev títt hjarta, títt lív til Frelsaran. Einki metast kann við lívið, tú í honum fanst, hann teg leiða vil so trygt ígjøgnum myrkrið svart, vraka tú tí ei tann vinin, sum av øllum ber, lít á hann, so tú til komu hans til reiðar er! Øssur Berghamar, f. Es-b. Til krossin kom, tú arma sál, sum líður, so svárt av syndakvølum nátt og dag. Ein sælan frið tú fekst, sum fáfongt stríðir, um tú í trúgv til Jesus vildi sæð. Kom, boygg teg niður, síggj hans neyð og pínu, tá fyri teg hann mildur lív sítt gav, hann loysir teg frá synd og byrði tíni, alt tað, sum tyngir teg, tá fellur av. Guds kærleiksboðan allan dagin ljóðar, hann rættir sínar faðirarmar út og kallar kring um heimin sálir móðar at koma sløkt har verður sorg og sút. Á, lurta, tú, sum honum bakið vendir, ein dagur kemur, tá tú ei fært valt, men bankandi við himmaldyrnar stendur tó ævigt útistongdur vera skalt. Matteus. ( Zachariassen týddi). Skjótt renna skal burtur tær lívsæviskeiðið; gev javnlíkum gætur, ið brádliga doyðu! Her snøggliga fáa vit mannabørn enda væl goymd, tá vit aftur í moldina venda! Nú kanska tín lívsdagur brátt er út runnin, og tú kanst ei takka, at frelsan er vunnin, hvønn dag nærkast grøvin, og dagur tín lækkar; hvør veit, nær hitt seinasta fetið tú traðkar! Her lívið er stutt, sum ein roykur, ið hvørvur, ger ferðina skjóta sum flúgvandi ørvur; tað onga tíð ov skjótt er Jesus at finna; hjá honum tú frelsu í ævir skalt vinna. Við Harranum Jesusi eri eg deyður, tá eg sá í trúnni, blóðstreymurin reyður av krossinum rann her á foldina niður; tað var fyri meg, og tí er hann mín friður. Upp risin av deyða við honum eg eri, og aftur til deyða eg dømdur ei verði; við honum eg livi í aldur og ævir, tí hann fyri lívi og dóminum ræður. Óli Reinert, Komið, stór, og komið, smá, øllum heimsins ringi á, meðan náðin er at fá enn, enn er rúm! Niðurlag: Har er rúm fyri tær, har er rúm fyri mær, ja, fyri øllum rúm er frelsan er frí! Kom, tú armi, frelsu vinn, sælur verð í sál og sinn, kom í brúdleypshúsið inn enn, enn er rúm! Kom, úr bygd, og kom, úr stað, inn um portrið far í dag! Alt til reiðar, hoyrið tað enn, enn er rúm! Vilsti sonur, hvør tú er, kom nú aftur, frelstur verð, hoyr nú orðið: Rúm er her enn, enn er rúm! ( Danielsen týddi). Tað var niðri við Jesu føtur, á, hin sæla løtan har, har mín sál fekk frið í trúnni, og mín synd av tváað varð. Niðurlag: Lat meg hesa søgu siga um hans náði móti mær. Lat meg tala og ei tiga um tann frið, hann til mín bar. Tað var niðri við Jesu føtur, har eg sanna hvílu fann, har mín sál fekk síggja ljósið, og mín syndabyrði svann. Tað var niðri við Jesu føtur, har mín syndaskuld varð løgd, har mín syndafyrigeving varð av honum mær tilsøgd. Elisha Hoffman (Am.), (Líggjas á Váli týddi). Hvat er Jesus tær? Onnur eiga frelsuna, kenna náðisólina, geva Gudi dýrdina. Hvat er Jesus tær? Hvat er Jesus tær? Hann, sum kom av hæddini, náði sína prógvaði til at frelsa teg og meg. Hvat er Jesus tær? Hvat er Jesus tær? Er tín sorg og freisting svár, fyllir eygað mangt eitt tár, sum tær møtir hvørt nytt ár. Hvat er Jesus tær? Er hann einki tær? Er ei reinsað hjarta títt, trýrt tú ei á boð hans blítt, frið og gleði býður frítt. Er hann einki tær! Hann er alt hjá mær, vinur mín og frelsari, ljós so bjart á leiðini, songur, skjøldur, føði við. Hann er alt hjá mær. Cragg. ( Zachariassen týddi). Tú hesa hugsan kanska hevur: Nú er jú lívsins fagra vár, og av tí gleði, verðin gevur, eg enn kann njóta nøkur ár; og tá er tíð at venda um og søkja stað í Himlinum. Ei hugsa so! Tín síðsti dagur kann verða dagurin í dag; og væl tú veitst, um eitt bert ræður, hví vilt tú tá ei gera tað! Tað ov seint sær at bjarga er, tá deyðin av tín lívstráð sker. Í dag enn frelsa er at finna, enn ljóðar til tín Harrans rødd, Guds orð og Andi enn teg minna, og enn tín sál kann vera grødd; so hetta kall spill ikki tað, nei, lat teg frelsa nú í dag! ( Danielsen týddi). Nú, meðan Andin dregur, kom, syndari, kom, trúgv, og tú lívið hevur, kom, syndari, kom. Um tú fært Frelsaran síggja, kom, syndari, kom, tað veitir lívið hitt nýggja, kom, syndari, kom. Bindur teg syndin, sorgin, kom, syndari, kom. Í dag, men ei í morgin, kom, syndari, kom. Ikki hann burtur sær vendir, kom, syndari, kom, men kærleikssmíl sítt tær sendir, kom, syndari, kom. Hoyr, hann teg bønar, biður, kom, syndari kom, tær væntar sæla, friður, kom, syndari, kom. Nú, meðan Andin teg dregur, kom, syndari, kom, trúgv, og tú lívið tá hevur, kom, syndari, kom. Witter. ( Háberg týddi). Kunngjørd er náði undurfull, óhoyrdur kærleiki, ein boðskapur av Himlinum: Miskunn, á, syndari! Niðurlag: Kemur tú ei? Kemur tú ei? Hví doyggja vilt tú? kemur tú ei? Kemur tú ei? Hví doyggja vilt tú? Hægri ei nakar elska kann, Jesus læt lív sítt har, hann bar tað bann, á okkum lá, syndin útstrikað varð. Leingi tú ongar gætur gavst honum, ið sjálvur gav sítt lív av kærleika til tín, frelsu at rika av. Daniel Whittle (Amer.), ( Zacheriassen týddi). Sum áin mót havinum líður og steðgar ei á síni ferð, so svinnur várt lív, várar tíðir, brátt ferðin at enda nú er. Um ókendur her ella ærdur, um sterkur, um veikur tú ert, mót deyðanum ei tú ert vardur ein stund, og um markið tú fert. Skjótt kemur jú deyðin, hin myrki; hann spyr ei um stand og um lut, hann spyr ei um aldur og styrki, men førir teg fram fyri Gud. Á, kom, áðrenn deyðin teg kallar! Enn bíðar tín Frelsari tær; og tá til hans bróst tú tær hallar, tín friðleysa sál hvílu fær. Nielsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Kom nú til Jesus, sál, so eymt hann kallar teg, níg við hans føtur nú og stíg inn á hans veg. Kærleiksfult bíðar hann at geva frelsu, frið, satt lív í hesi verð, eitt heim í Himli við, kom, kom, kom. Kom nú til Jesus, sál, og síggj hans særdu lið, blóðið úr sárum hans teg reinsar, gevur frið. Minst, fyri teg hann leið og rópti: ?Alt er gjørt?, Andan hann læt, og frelsuverkið var fullført, kom, kom kom. Wigner. ( Zachariassen týddi). Es-b. Mín Gud, eg síggi eftir tínum orðum, eg frelstur gjøgnum Kristus eri vorðin! Og, Harri, fyll við kærleika mítt hjarta, meg ganga lat í ljósi tínum bjarta! Mín Gud, tú sært, eg sjúkur, veikur eri og skeivt mangt stig á vegi mínum geri! Á Harri, halt mær fast við tínum hondum, at eg ei heftast skal í Satans bondum! Mín Gud, tú náðiorð manst øllum bjóða ígjøgnum Jesus Krist, tín Son hin góða! Hann ei læt upp sín munn, tá hann varð feldur, av sínum fíggindum á krossin negldur. Mín Gud, takk fyri, at tín Son tú førdi til krossin, har av kærleika hann gjørdi hitt undurfulla verk, sum frelsu ber mær! Á Jesus, besti vinurin tú er mær! Á vinur, náðiboðið til tín ljóðar gríp frelsuna, ið Harrin øllum bjóðar! Hann elskar teg, o sál, og vil teg taka inn í sín favn, har einki skal teg saka! Nicolina Frederiksen, f. Trondesen, Mannasálir, hví tó ganga á tí myrku, villu leið! Hví tó flýggja frá tí náði, sum enn bíðar, troyttast ei! Ríkari er Kristi náði, enn títt hjarta fata kann; tað er hvíla, tað er friður, líta á hann, kenna hann. Sálir fátækar, á hyggið nú á hann, sum dómin bar! Hyggið ei í vantrúgv, iva, nei, í trúgv til krossin far! Barnsligt trúgv, og einfalt lurta, Harran tak á orðið nú! Tá skalt tú ta vissu eiga, at eitt Guds barn nú ert tú. Frederick Faber (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg vil syngja um Guds góðsku, um hitt blóð, sum reinsa kann, ja, um Jesus vil eg syngja, eg hjá honum náði fann. Niðurlag: Gjøgnum blóðið, gjøgnum blóðið, skuldarfríur gjøgnum tað. Halleluja, fulla syndabót hann veitti tær og mær á krossins træ. Tá ið krossins ljós mær lýsti, har eg hjálparleysur stóð, fekk eg kærleik Guds at síggja gjøgnum Jesu dýra blóð. Takk, mín tornakrýndi kongur, fyri frelsuna í tær. Takk, at mína synd tú bøtti, takk, at faðireygað sær. Tú, sum uttan Jesus gongur, hann teg hitta vil í dag, fegin tína sál hann frelsir, fríar út á hesum stað. ( Zachariassen týddi). Bert eitt stig, bert eitt stig, tú, sum ivandi ert, og sum enn stýrir syndanna kós. Alt vil umskift tá verða, tí kenna tú fert frið og sælu og gleði og ljós. Bert eitt stig yvir markið, og yvir til Gud hevur mót tú at stíga tað stigið heilt út frá heiminum yvir til Gud? Bert ein avgerð í fremmanda landinum har: ?Eg vil reisa meg og fara heim.? Á, tá lætnar tann byrði so tung, sum tú bar, og har heima er gleði og gleim. Bert eitt suff úr tí syndtyngda brósti til Gud, tá er stillaður ófriður, endað øll sút eitt stig yvirum og til Gud. Bert eitt eygnakast søtt, har av Golgata træ, frá Guds Soni, sum andaðist har. Øll tín synd har varð goldin, øll somul, á, ja, tí av kærleika alt har hann bar. ?Tað er fullgjørt?, hann rópti, tað var fyri teg, ?alla straffina tók eg, hon fall har á meg, kom barn, tað var alt fyri teg!? Noseth. (Jákup Olsen týddi). Lívsins størstu lukku tú aldri fáa kanst, um tú vrakar Frelsaran, alt tú leitar eftir, og alt tú finna manst, einki metast kann við hann. Niðurlag: Tríati seklar av silvur fyri Frelsaran, tríati seklar av silvur góvu teir fyri hann. Tó mítt alt hann er vorðin, hann, sum gav alt hin dag. Undurfult hann hevur meg elskað og ofrað seg í mín stað. Jesus, eina Jesus mítt hjarta hevur fylt, sál mín syngur frelst og glað. Ert av synd tú bundin, á, um tú bara vilt, hann teg loysa vil í dag. Ira Stanphill. (Øssur Berghamar týddi). Tú søkjandi sál, tú, sum Gud kennir ei, o, so stutt er tín leið! Tú veitst, at Gud er til, men ikki, hvat hann vil. Tú friðleysa sál! Tann, ið biður til Gud, hann fær gleði í lut; hann kennir seg so nær hjá Gudi, sum alt sær. Tú tráandi sál! Hesa stund eigur tú; søk til Harran tí nú! Tær Jesus er so nær, hvønn lítlan tanka sær. Tú stúrandi sál! Tú kanst finna tær frið; her fær samvitskan grið, um Jesusi bert tú títt hjarta gevur nú. Tú skelvandi sál! Her er friður at fá, um tú líta vilt á tað, sum Gud hevur sagt, á kærleik hans og makt. Óli Reinert, of Mong í heiminum sorgarleys gloyma, hvussu stutt er vár ferð her á fold, mong um eydnu og lívsgleði droyma, til á børu tey leggjast í mold; mangur sovnar í deyðanum tryggur, trýr seg vera á beinastu leið, sum, tá kroppur hans lívleysur liggur, fær at síggja, Gud kennir hann ei. Mangur lívið at enda er svikin, heldur víst, at eitt gudsbarn hann er, tó við streyminum sorgleysur rikin hann ei syndini mótstøðu ger, tó hann aldri til Harran sær vendi og til sannleikans veg snúði sær, tó ei trúnna, ið frelsir, hann kendi, tó av nýggjum ei føddur hann var. Mangur ungur læt hjarta sítt dára av teim lystum, ið lívsvárið beyð; skjótt í angur hann gramdi seg sára brátt hon følnaði, rósan so reyð. Eg sum gamal til Gud skal mær venda! Hugsar mangur, tá ungur hann er; og so trýr hann, hitt besta skal henda trýr tað kanska, til ov seint tað er. Ein er vegurin smalur, ein breiður; nú, mín vinur, hvør vegur er tín? Einans annar til Himmalin leiðir; valið sett er til tín og til mín. Enn í dag stendur alt til at bøta; hoyr tí frelsunnar orðini greið! Nú, júst nú er ein lagalig løta, men í morgin tað vita vit ei. ( Danielsen týddi). Mangan í stillastu skýmingarstundum merkir tú Harran tjaldinum nær, hoyrir hans rødd so trúfasta, eyma granskandi spyrja: Elskar tú meg? Elskar tú heimsins glitrandi gleði, elskar tú jarðar jagstrandi lyst? Tá kanst tú ikki kærleik mín kenna ella meg elska, sum eg vildi ynskt. Elskar tú hálu heiðursins hæddir, tráar tú ríkdóm, ræði at ná? Tá kanst tú ikki elska hins eyma eyðmjúka Jesu krubbu og kross! Elskar tú tímans flýggjandi tómleik, grevur í grúsi, væntar tær gull? Tá er hin eina perlanna perla enn ikki vorðin dýrmett hjá tær! Hugsa, hvat Harrin gjørdi og ger tær, minst, hvat hann lýðin leið fyri teg! Hygg, hvar hann fer frá krubbu til krossin, einsamur, eina, leið fyri teg! Á, vilt tú ikki honum nú geva hjarta tíns kærleik, óskerdan, fult? Vilt tú ei fylgja hansara sporum, kross hans í tolni taka á teg? Grimstvedt (Noreg), ( Háberg týddi). Langt burt frá Gudi eg viltist, longri hvønn dag, ja, hvørt ár, hjartað av ófriði fyltist, kendi sítt syndasár. Fremmandur Gud var fyri mær, ókend mær himmalsins sæla var, átti ei í hans lívi lut, var uttan vón, uttan Gud. Men so um Jesus eg hoyrdi, hvussu hann synd mína bar, at ongan frá sær hann koyrdi, sum syndatyngdur var. Kærleiki hans mítt hjarta vann, dró meg júst so sum eg var til hann, tætt til sín barm hann legði meg vilstur, men funnin var eg. Tá fyltist hjartað við gleði, tá fann eg fullkomnan frið. Drigin av kærleikans megi, hvíli eg við hans lið. Vinur, sum burt ert vilstur enn, reis teg, kom heim og hans náði kenn. Tá fyrsta gleðin byrja kann. Æru og prís fái hann! Zachariassen, f. Tá forðum Gud til Ísrael gav boð um lívsins leið, bert undir offurblóðinum teim deyðin náddi ei. Niðurlag: Tað er hans orð, Guds dýra orð, sum stendur alla tíð: Eg, Harrin Gud, vil blóðið sjá og fara teg forbí. Guds syndafría, reina Lamb á deyðans gøtur steig, hann tá útinti Harrans orð og fyri okkum leið. Á sál, frá Gudi býðst tær tí frí frelsa nú og her! Av Jesusi og við hans blóð tín synd út strikað er. Hvør stilt hin dómsins dagur skal tey frelstu fara um, sum litu her á Kristi blóð og trúðu orðinum! Daniel Whittle (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Tú sál, sum kennir teg móða og troytta av hesi verð, vit eiga jú vinin góða, sum Frelsari okkara er! Hann geva kann hvíld og gleði og mettar ta svongu sál, hann finnist á nátt sum á degi; hann eiga er hægsta mál. Tú hjartað til jarðar mást boyggja, heilt niður til Jesu fót, og alt títt hugmóð má doyggja, fyrst tá fært tú lív og mót; hvíl so í Jesusar favni, tí eingin er góður sum hann, og prísa tá hansara navni, sum sál tína metta kann! Ta lukku, tín sál eftir tráar, tær gevur ei henda verð, tann sálin, sum Jesus tváar, hon eina lukkulig er; tey, Jesus her hava funnið, tey vita, hann góður er; í Jesusi hava vit vunnið alt tað, sum vinnist her. Óli Reinert, Lívið, tað svinnur sum dreymur á nátt, árini renna avstað, lívið sum streymurin skundar sær brátt, fýkur sum følnaða blað. Farin við alla er dagur, ið fór, gloymdur so mangan hann varð; goymd er hvør gerð, bæði lítil og stór, Harrin ei gloyma skal tær. Føddur at verða og liva á fold eina so stokkuta tíð, vikna og doyggja og leggjast í mold alt er bert fáfongd og stríð. Alt hetta veitst tú, mín vinur, so væl deyðin tær stendur við lið; einaferð lívstráðin slíta hann skal, kanst tú tá doyggja í frið? Spyr eftir Harranum, spyr nú í dag! Leingi hann bíðandi stóð; blóðið skal tváa teg, trúgv tú á tað, Jesusar frelsandi blóð! Minst, hvussu tíðin sær skundar avstað! Skjótt søkkur sólin í kav, skjótt skalt tú síggja hin seinasta dag, Harrin til frelsu tær gav. Stenholm (Svør.), ( Danielsen týddi). Øll Guds børn, nú fylkist runt um krossins træ! Tíðartekin boða síðsta náðidag; freist at vinna sálir nú skjótt úti er; vak og bið og vitna, meðan tíðin fer! Niðurlag: Vak og bið og vitna, vinn nú onkra sál! Brátt er tíðin lokin, og vit náa mál. Bróðir, systir, vakna, statt nú upp við skund, vak tey upp, sum sova tryggan syndablund, sig, at Jesus kemur, tann, til reiðar er, ryktur verður burtur, upp í ský hann fer! Komið, sálir, komið, komið nú í dag! Aldri skalt tú angra, at tú gjørdi tað; tak nú ferðaseðil: Jesu dýra blóð! Einki annað geldur, sigur Andans lóg. Oluffa Bærentsen, So long er ævin uttan hann, hugsa tá at verið Himli í. So long er ævin uttan hann, hugsa, koyrd til heljar alla tíð. Niðurlag: Lít teg tí á hann, kom nú, enn tú kann, á, kom, nú Andin teskar: ?Vel nú beint!? So long er ævin uttan hann, vel tí Jesus, áðrenn er ov seint. Hvør tómt er lívið uttan hann, uttan sanna gleði, sannan frið. Hvør sorg at doyggja uttan hann, tá ei allar ævir vendist við. Hvør dýrt at liva fyri hann, eiga gleði, frið og sæla vón. Hvør stórt ein dag at síggja hann trúgvin tá skal verða býtt við sjón. Zachariassen, f. Synd fyri okkum jú hin syndafríi varð, allar várar syndir hann á krossinum bar; Gud nú okkum sakloysi í honum roknar til, óforskylt av náði, tí, sum trúgva vil. Niðurlag: Trúgva, trúgva, hoyra bert og trúgva! Alt er gjørt, alt er gjørt, alt, sum gerast kann; trúgva, trúgva, hoyra bert og trúgva! Lít á Harrans orð og rokna tú sum hann! Deyður í honum er nú hvør, sum trýr hann á, livandi í honum við Gud roknar hann tá; hann doyði deyða tín, í honum doyði tú, men hann livir, trúgv og liv við honum nú! (Jákup Olsen týddi). Vónleyst tað var at liva, um eingin Jesus var, tí lívið kann ei vara, tað deyðin sigur mær; Jesus, hann gevur lívið, sum varir alla tíð; nú gleðist eg at liva og vænta lívið ný. Niðurlag: Jesus, hann eigur lívið, Jesus, hann býður lívið, Jesus, hann gevur lívið, sum varir alla tíð. Alt lív á jørð má doyggja og bráðan enda fær; um Jesus ei beyð lívið, hvar skuldi eg vent mær! Deyðans hitt myrka dimmi mítt eyga altíð sá, og sorgarfulla hjartað ei kundi uggast tá. Prísa tær, Jesus, skal eg, sum tíðin fer á fold, tær prísa, Jesus, skal eg, um eg skal undir mold; prísa tær, Jesus, skal eg, tí frelst tú hevur meg, tær prísa, Jesus, skal eg, til eg skal síggja teg! Óli Reinert, Sami Jesus, sami Jesus, sum eitt sinn við Sikars brunn lívsins klára vatn læt flóta, leskaði ein turran munn, lívgaði eitt brotið hjarta, loysti syndabond so sterk, hann er enn í dag hin sami, enn hann ger hitt sama verk. Sami Jesus, sum í náði hugdi arma mannin á, hann, sum spitalskur og píndur við hans halgu føtur lá, segði tá: Eg vil; verð reinur! Sami Jesus enn hann er, vil enn frelsa, fyrigeva, grøða hvønn, ið til hann fer. Sami Jesus, sum um vatnið gekk ta myrku ódnarnátt yvir bárubrot og aldur, meðan stormur ýldi hátt, sum tá segði við teir ræddu: Óttist ikki, tað er eg! Við tí somu friðarheilsu talar hann við teg og meg. Sami Jesus, sum av sorg hjá øðrum so seg røra læt, at við leiðið í Betania hann hin dagin stóð og græt, sum við einkjuna í Na'in, har hon gekk so hjartasár, eymur segði: Grát ei, kvinna! Enn hann skilir sorgartár. Sami Jesus, sum á krossi doyði deyðan fyri teg, sami Jesus, sami Jesus, enn hann elskar teg og meg; blóðið hans ger hvønn tann frían, sum vil byggja bert á tað; ei umskiftist hesin Jesus, hann hin sami er í dag. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Harri, hygg, sjógvarnir bróta, og stormurin streingir á, í skýggjum er himmalin huldur, og eingin er hjálp at sjá. Leggur tú ei í tað, Harri, svevur tú trygt í rong, nú vit hjartkiptir burtur brátt ganga, nú ið stundin er myrk og trong? Niðurlag: ?Valdið á fold er mín óðalsogn: Verði logn, menn ella andar hins myrka skots og atsóknir ódnar og bylgjubrots ei saka tí báti, sum við sær ber tann Gud, sum frá upphavi var og er. Alt vald á fold er mín óðalsogn: Verði logn! Verði logn! Alt vald á fold er mín óðalsogn: Logn blikalogn!? Harri, eg rópi í angist av ítarstu neyð í dag, í hjarta míns dýpi er myrkur og neyðarróp hoyr tú tað. Sál mín fortapt um at søkka, syndmyrkurs avgrund nær, tak við róðrinum, himmalski Harri, eg leiti mær skjól hjá tær! Harri øll neyðin er farin, nú havi eg funnið skjól, sál mín nú Himmalin speglar sum silvitni morgunsól. Harri mín, far ikki frá mær, fylg mær, tí leið er vond, til eg havnina lívssælu nái við himmalsku friðarstrond. Mary Ann Baker (Amer.), um ( Háberg týddi). So stilt Guds Andi hoyrist at tala og fylla hetta hús, sum dúva kenst hann dala, hoyrast kann hans sús: ?Á, sál, tær bíðar sorg ella sæla, sum svevur syndarús! Um synd, um rættvísi og um dómin eg sannføra teg má. Skjótt svinnur syndarómin ævin byrjar tá. Men nú tær lýsir frelsunnarljómin, og náði er at fá. Í dag, í kvøld, ja, í hesum tíma, hoyr eyma kallið mítt, og áðrenn fer at skýma, herð ei hjarta títt! Eg stríðist enn, men skjótt má eg rýma, tá tagnar kall mítt blítt!? Á, spotta, sløkk og sær ei Guds Anda, so burt hann vendir sær. Hann vísir tær tín vanda, bjarging boðar tær. Á, lat hann meir ei bønandi standa og ikki fáa svar. Zachariassen, f. Meir stolt eitt hjarta aldri sló enn mítt, men boygt tað varð; mín villi vilji svørðið dró mót tær og tínum; ein dag tó hann vunnin varð av tær! Tín vilji valdi nú, ei mín! Mítt hjarta veri títt og játti teg sum Harra sín! Mín Frelsari, við krossin tín eg leggi meg og mítt! ( Danielsen týddi). Gríp lívið nú, sig ikki nei, miss ei tað ljós, tú hevur sæð, og herð títt arma hjarta ei! Tú frelsast vilt hví ei í dag! Niðurlag: Hví ei í dag, hví ei í dag! Tú frelsast vilt hví ei í dag! Kom nú í dag, kom nú í dag! Kom, frelstur verð, kom nú í dag! Kanska tú sært ei dagar fleir enn teir, tú hevur longu sæð, tín stund er nú, ei bíða meir! Tú frelsast vilt hví ei í dag! Ei meir tær verðin geva kann enn tað, tú longu hevur sæð; ei frið, ei lukku har tú fann; tú frelsast vilt hví ei í dag! Ei nakar koyrdur burtur varð, sum kom til Jesus lít á tað! So byrji lívið fyri tær og frelstur verð í dag, í dag! Mrs. Reed (Ongl.), (Jákup Olsen týddi). Tá morgun ein vakran úr svøvni tú vaknar, hin dagurin ungi tær gleðina ber; men brátt mást tú síggja, at dagurin aknar, at kvøldið, tað líður, og dagurin fer. Ja, kvøldið, tað líður, og dagurin fer. Um várið tú gleðast kanst í tínum hjarta, tí summarið ljósa í hondum nú er; skjótt kemur tó yvir teg náttin hin svarta, tí heystið, tað líður, og summarið fer. Ja, heystið, tað líður, og summarið fer. Hin ungi kann gleðast til lívið hitt langa og søkja sær lukku í hesari verð; men einki kann metta tær sálina svanga skjótt árini renna, og lívið, tað fer. Ja, árini renna, og lívið, tað fer. Tú, sum av Guds náði tann sannleik kanst síggja, at tú í Guds eygum ein syndari er, bert Jesus kann gera tær sálina nýggja, nú dagarnir ganga, og lívið, tað fer. Ja, dagarnir ganga, og lívið, tað fer. Í Jesusar blóði kann sálin tín tváast, tí Jesus, hann gav seg sum syndoffur her: Við hansara blóði bert frelsan kann fáast, nú dagarnir ganga, og lívið, tað fer. Ja, dagarnir ganga, og lívið, tað fer. Óli Reinert, III. Eigur tú ei vinir kendar, har sum deyði, synd ei ná? Tá ið ferðina tú endar, finnur tú teir aftur tá? Niðurlag: Verður talið fult hin dagin uppi har, uppi har? Stendur tilgjørt har og bíðar bústað tær, bústað tær? Mangan, tá sum barn tú spældi, mintu tey teg Jesus á, um hans kærleika tær taldu; nú tey har hans ásjón sjá. Tá um Jesus var hin songur, sum tín barnarødd sang fró; syngur tú hin songin longur, ella heimsins tóma ljóð? Á, hvør var hin friður søtur, tá tit sótu saman har! Men tú minnist tungar løtur, tá tey skiltust her frá tær. Tagnaður er teirra songur, ein dag fóru tey avstað; her er talið fult ei longur verður fult tað har ein dag? Ada Habershon (Ongl.), ( Danielsen týddi). Vár Frelsari og Harri, hann frelsir enn í dag, hann býður sína náði til tín við sama lag, mín vinur, tonk Guds náði frí, hon varir ikki alla tíð. Niðurlag: Náðin ríka, fría flýtur út so víða, sælur hvør, sum hesa náði fann, hann av hjarta Gudi takka kann. Guds sonur hekk í stríðnum, Guds vreiði rámti hann, vár syndaskuld hann tyngdi, hann deyðan yvirvann. Hví ivast tú mín vinur enn, kom nú og hesa frelsu kenn. Enn flýtur henda náði út í hvønn myrkan krók, og sælur hvør tann er, sum ímóti henni tók. Ja, tak við hesi náði nú, og lukkuligur verður tú. Líggjas á Váli, Langt burt frá Gudi eri eg, men eg komi heim. Mín synd so sára nívir meg, Gud, eg komi heim. Niðurlag: Komi heim, komi heim, heim til gleði, gleim. Tak í náði móti mær, Gud, eg komi heim. Mong ár eg burtur havi spilt, men eg komi heim. Eg veit, tú fyrigeva vilt, Gud, eg komi heim. Meg troytta syndarinnar kor, men eg komi heim. Tí líti eg nú á títt orð, Gud, eg komi heim. Eg veit, mær nýtst títt dýra blóð, nú eg komi heim. Meg tváa hvítari enn snjó, Gud, eg komi heim. William Kirkpatrick ( Zachariassen týddi). Nú eina ferð enn Guds orð ljóðar her, og boðskap um frið nú Andin tær ber; Guds friður, ei keypast við gulli hann kann, ei heimurin allur kann metast við hann. Hvat væntar tú tær av heiminum, sig? Ei frelsa hann kann, ei geva tær frið; hans gleði er fáfongd og tómleiki bert, ei sál tín har mettast, burt svangur tú fert. Gud býður tær lív og sælu hjá sær, øll himmalsins dýrd hon bíðar tær har; ja, hann skal teg frelsa og leiða teg væl, til sál tín er heima og bjargað og sæl. Ger álvara av, og stigið nú ger! Ein lagalig stund í hondum nú er; sig ikki: Í morgin! Og burtur ei far! Hvør mongum júst tað til fortapingar varð! Jákup Olsen, Guds heilagi Andi vil minna øll á at halda seg til Jesu kross; tí keldan er har, sum kann syndarar tvá, sum Jesus læt renna for oss. Sum blóman vit følna og doyggja brátt her og slekt eftir slekt gekk tann veg; men skulu enn vinir í mold leggja meg mín Jesus, eg líti á teg! Tú menniskja, sum her er fallið í blund, úr svøvninum vakna nú brátt, ja, vakna, og játta nú syndir við skund, lít eina á Jesusar mátt! Sig, óttast tú ikki at sova nú meir? Hvør kennir sín seinasta dag! Tú møta skalt ævini longu á, hoyr á, hevði tú hugsað um tað! Ja, gleðiligt er, um tú kanst vera við, tá Jesus sítt fólk tekur heim, og vit skulu standa við hansara lið til æviga gleði og gleim. Óli Reinert, So sum tú ert, ja, uttan alt, sum sál tín veit, tú hava skalt ei frið, ei kærleik hjartað kalt kom, syndari, á kom! Tyngdur av skuld, kom, signing fá! Í tær er eingin hjálp at sjá; nei, Jesus eina hygg hann á kom, troytta hjarta, kom! Kom, byrðina til krossin ber, legg ei í, hvat tú missir her! Hans náði tær nóg mikið er kom trongda hjarta, kom! Ber tíni djúpu hjartasár, tín tunga iva, tíni tár! Við krossin fellur byrðin svár tú skelvandi, á, kom! Guds orð og Andin siga: Kom! Og Guds børn øll teg bøna: Kom! Troytt, tyst, ja, hvør, sum vil kom, kom! Og Jesus sigur: Kom! Russell Cook. ( Danielsen týddi). ?Ikki enn? so sigur tú, sum Andin kallar, dregur nú. Á minst, at verða kann ov seint. Tóat tú ei tað hevði meint. Niðurlag: Kom til Jesus, kom í dag, eymt í náði kallar hann. Kom í dag, á, kom í dag, so skjótt ov seint tað verða kann! ?Ikki enn? er mangan sagt, tá undan Andans sterku makt ein vaktur syndari seg bar og honum tað til deyða varð! ?Ikki enn? á sig ei so, nú sál tín hoyrir lívsins boð. Tí fær hann einans hetta svar, so fer við sorg hann burt frá tær! ?Ikki enn? sig ikki tað. Í dag er tíð at svara ja. Tí svarið nú tú væl tað veit er fyri alla ævigheit. ( Háberg týddi). Tín rødd meg kallar blítt til tín í kærleika. Meg reinsar dýra blóðið títt, ið fleyt á Golgata. Niðurlag: Harri, til tín barm beri eg mín harm. Líti eina blóðið á, ið fleyt á Golgata. Um veikur, armur eg, tú kraft og vernd mín ert. Tú tváar burtur mína skuld, meg lýtaleysan gert. Á, bótarblóð so dýrt, á, ríka náði tín, á, gáva stór tú Jesus ert, øll styrki, rættferð mín. Hartsough. (Flóvin Tyril týddi). Náðiboðið frítt nú ljóðar, signað boð til sálir móðar, frið og frelsu Harrin bjóðar, Jesus Kristus frelsa kann. Niðurlag: Syng og vitna, har onkur tað hoyra kann, syng og vitna, har myrkur av ljósi vann, vitna, har sum vónin svann: Jesus Kristus frelsa kann! Glaða ljóð til tyngda hjarta! Víkja burt skal myrkrið svarta, tendrast frelsuljósið bjarta; Jesus Kristus frelsa kann! Kom, nú Harrin er at finna, kom, nú Andin teg man minna! Synd og neyð tá burt skal svinna; Jesus Kristus frelsa kann! William Ogden (Amer.), (Jákup Olsen týddi). As- es. Sum forðum Móses skoðaði har Pisgatindi á hitt land, ið okkum er ein mynd av landinum, vit fá, so síggi eg hitt fagra land við trúnnar eyga her; og øll tey frelstu eiga tað, so Harrans lyfti er. Ígjøgnum oyðimørkina Gud leiddi fólk sítt tá; tey frelstu leiðir hann í dag til dýrdina, vit ná. Á vegnum lúra vandar nú at villa meg av leið; men Jesus ber ta ørmu sál, ið sannleiksvegin steig. Úr klettinum rann vatn hin dag, tá ið hann sligin varð; tey leskaðust og fingu lív, sum annars doyðu har. Hin klettur, sum varð sligin tá, er Kristi mynd í dag; drekk hetta náði lívsins vatn! Tí lív tær gevur tað. Men sálir doyggja enn um stund í hjálparloysi her, tær drekka ei úr kelduni, sum Jesus Kristus er; til aðrar keldur leita tey, sum volda deyða bert; vatn livandi er Harrans orð, trúgv, og tú frelstur ert! Óli Reinert, Sum á morgni sólin bjarta upp í eystri rísa man, so at nátt og myrkrið svarta ikki longur valda kann, so úr grøv við sigur steig Jesus upp; tí deyðin ei Lívsins Harra binda kundi; deyðans mátt hann oyða mundi. Takk og lov, at tú vanst sigur, stóri Himmalkongur, takk, takk, at tú í grøv fórt niður, takk, at deyðans hola sprakk! Fíggindan har feldi tú; armir trælir finna nú lív og frælsi, hvíld og gleði, myrkrið víkur fyri degi. Her fann frið mítt arma hjarta, her mín sjúka sál fekk troyst, her svann burtur náttin svarta, her varð deyðans leinkja loyst. Grøv og deyða Jesus vann, eg skal liva eins og hann; her er alt, ið mær man tørva, her má hvør ein skuggi hvørva. Nú kann hvør ein fangi loysast, Satans máttur brotin er; nú kann hvør ein fallin reisast, tá ið hann til Jesus fer. Tú, sum stríddi, men ei vann, tú, sum søkti, men ei fann, tú skalt lív og frælsi finna, Jesus vann, og tú skalt vinna! Thomas Kingo (Danm.), ( Danielsen týddi). Jesus er ein undurfullur vinur, hann vil leiða teg heim, mín bróðir. Jesus er ein undurfullur vinur, hann vil leiða teg heim og tá ið stríðið er strítt, blaktrar sigursmerkið frítt, tá vil hann leiða teg heim mín kæri bróðir, tá ið verðin forgongur, tær tørvar Jesus, tá er hann kongur. hann tær ævigt fjalir í tí aldar kletti, sum klovin varð fyri teg og meg. Ynskir tú lív, satt lív, gleði og frið, lat Jesus bert hjarta títt fá. Til himmals hann er brúgv, kom lít á hann í trúgv, títt lív broyta vil hann í dag og í tær festa búgv. Ynskir tú lív, satt lív, gleði og frið, lat Jesus bert hjarta títt fá. Kristus er svarið til heimsins stóru neyð, Kristus kann frelsa úr vanda, sorg og deyð. Spurningar lívsins níva mangan mann, teir eina Kristus svara, loysa kann, tí Kristus er svarið til heimsins neyð. Vend títt eyga á Jesus, hygg inn í hans andlit so kært, og øll heimsins gleði vil fána burt í tí náði og dýrd, ið tú sært! Eitt navnið er, mær líkar væl, um tað eg syngi her, tað ljóðar søtt sum hørpuspæl, á jørð tað dýrast er. Tað talar um ein kærleika, sum gav seg fyri meg, um ein, sum kom og í mín stað seg sjálvan ofraði. Tað stillar storm og turkar tár, ger hjartað stilt og trygt, tað grøðir míni sálarsár, ger álit eftir frykt. Tað navnið dýrt, tað JESUS er, sum sál mín elskar so, tað kom til mín í myrkri her og bar mær gleðiboð. Tað lýsir enn sum stjørna bjørt á hesum myrka veg, tað mangan stormin hevur gjørt til stilli fyri meg. Ja, millum loysta skaran, har sum ljós og sól ert tú, á Jesus, vil eg syngja tær ein betri song enn nú! Frederick Whitfield (Ongl.), ( Danielsen týddi). Jesus, um teg vil eg syngja, tú, sum úr leinkjum meg loysti, tú, sum av deyða meg reisti lær meg at syngja um teg! Nú eru bondini slitin, Jesus nú býr mær í hjarta, horvin er náttin hin svarta, Jesus er ljós mítt og lív. Við míni hørpu og siti glaður í veingjanna skugga, fyrr kundi einki meg ugga, nú hevur hjarta mítt frið. Nú kann eg Jesusi lova, nú kann mín sál honum prísa, hjarta mítt ynskir at vísa, øðrum hans kærleik og mátt. Tá so mín tíð er at enda í hesum skugganna dali, tá skal í Himmalsins sali betur eg syngja hans prís. ( Danielsen týddi). Syng, á, syng ta gomlu søgu um, at Jesus elskar enn, at hann kom av Himli niður til at reisa falnar menn. Niðurlag: Syng, á, syng, at Jesus elskar, ljóði lov hans fjart og nær! Syng hin glaða, glaða boðskap, lat hann hoyrast víða hvar! Sig frá, hvussu Jesus doyði, kærleik hans, á, syng um hann, lat hin songin draga sálir til hann, sum tær frelsa kann! Henda songin syng, tú frelsti, syng við gleði hátt um tað, til hvør sál, sum syndin nívir, syngur við í gleðilag! Harriet Jones. (Jákup Olsen týddi). Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum, tað, sum Gud til frelsu gav; tað navnið sungið er um allan heimin, yvir land og yvir hav. Niðurlag: Himmalsk glæma er um navnið Jesus, tað navnið, sum av øllum ber, tí einki annað navn kann frelsu geva einki navn sum Jesus er. Sum morgunstjørnan lýsir navnið Jesus, gjøgnum myrku syndanátt; tað gevur mót og birtir vón í vanda, veitir veikum sálum mátt. Tað ber ein sælan frið til kvølfult hjarta, ger, at lívið verður ljóst; hvør bylgja legst, og hvør ein stormur tagnar, sum kann øsa upp mítt bróst. Tá hvørt eitt navn so einaferð skal hvørva, navnið Jesus standa skal; tað undurfult skal lýsa allar ævir yvir song og hørpuspæl! Allan Tørnberg (Sv.), ( Háberg týddi). Prís tær, upp risni Jesus, í dýrd og ljóma hátt, sum steig av høga Himli, til deyðans døpru nátt! Prís tær í kongasæti, har krúnuna tú ber, tilbiðin fyri stríðið, tú eitt sinn stríddi her! Um enn til neyð og armóð tú niður higar steig, um enn tú her á krossi ein skemdardeyða leið, nú høgur uttan líka í heiður, dýrd og makt, tú ræður, inntil alt er tær undir føtur lagt. Men fólki tínum ert tú hin sami vinurin, í hásætinum alsamt tó Jesus, Frelsarin! Hin gjøgnumstungna hondin hitt sama merkið ber, harav vit enn teg kenna, Guds Lamb, sum doyði her! Lat alla hjálp bert svinna og einki røkka til! Tú sum hin sanni vinur ei tíni svíkja vil. Tú kennir várar brekir, tú veitst um okkum alt; tó kemur ei tann dagur, tú tíni gloyma skalt. Prís tær, tú ert hin sami, sum her á krossi hekk, sum háðaður og sligin í deyðan lýðin gekk! Prís tær, vit nú tær bíða, og tíðin er jú nær, tá tú tín barnaskara vilt savna til tín har! ( Danielsen týddi). Ja, sig honum takk, mín sál, honum lova, sum fyri teg drakk ta skálina beisku, av vreiðini full! Tí ei varð eg keyptur við silvur og gull, nei, blóðið, sum niður av krossinum fleyt, tað leinkjurnar breyt! Mín tunga skal nú tær veita ta æru, á Jesus, at tú ert eina mín frelsa, mín skjøldur, mín sól, mín borg og mín klettur, mín verja, mítt skjól! Tú bjargaði vrakinum, áðrenn tað sakk eg sigi tær takk! Victor Danielsen, Statt upp, mín sál, syng lovsong nú, og Jesu navni prísi tú! Hann væntar lov og tøkk frá tær, hann ofraður í tín stað varð. Tó hann so djúpt meg falnan sá, meg legði hann sín kærleik á, frá undirgangi frelsti meg hvør stórur er hans kærleiki! Tá neyðin sum eitt skýggj so svart lá yvir mær, mín hjálp tú vart, í trongd tú aldri frá mær fór, tín náði á, hvør er hon stór! Skjótt burt úr nátt og myrkri her vit fara upp, har ljósið er, og fríðari vit syngja har um, hvussu stór tín náði var. Samuel Medley (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á Sonur Guds, tú signaði, hin besti vinur mín, tú elskar, ja, tú elskar meg á stóra náði tín! Á kærleiki, á kærleiki, hvørs botn mín sál ei sær! Ja, sum eg eri, elskar tú á náði undurbar! Og tá eg minnist, hvussu djúpt í syndini eg var, tað er eitt undur stórt, at eg nú eri barn hjá tær. Tú søkti, Harri, eftir mær, tá eg ímót tær stóð, tú fanst meg, og tú loysti meg við Kristi dýra blóð. Og ikki allar ævir eg nóg nógv kann takka tær, ið frelsti slíkan orm sum meg og miskunn vísti mær. Eg eri glaður, at mín synd í havið søkt nú er, so hon ei aftur kemur upp og meiri skaða ger. Óuppiborna náði tín, hon eina gjørdi tað, og hvussu stór tann náði er, eg síggi meir hvønn dag! Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Jesus Kristus, vinur góði, loysti míni syndabond, frelsti meg við sínum blóði, leiðir meg við kærleikshond! Fagurt verður har at vera, heima, Harra mínum hjá; frelst og einglar lovsong bera, og vit loyst hans ásjón sjá. Øll, sum á teg, Jesus, trúgva, eiga bústað har hjá tær, skulu ævigt hjá tær búgva, fegnast allar ævi har! Sámal Hansen, Jesus, bert hugsanin um teg, hon gleðir hjarta mítt; hvat verður tá ei fyri meg at síggja andlit títt! Ei mannahugsan hevur føtt, ei muður talaði eitt ljóð sum dýra navn títt søtt, á Jesus, Frelsari! Á náði, tú mót teimum gert, sum eyðmjúkt boyggja seg! Hvør góður tú mót falnum ert, mót teim, sum søkja teg! Og tá at finna, hava sæð! Á, sælur tann, teg fann! Tín vinur bert kann vitna tað, hann veit tað, eina hann. Jesus, vár gleði øll ert tú, í tær vit eiga frið, tú ert várt rós, vár æra, nú og allar ævir við! Bernard úr Clairvaux, ( Danielsen týddi). Hvør dýrt hitt Jesu navn tó er, eins gudsbarns fasta borg! Tað sakn og váða burtur ber og linar hjartans sorg. Tað grøðir hvørt eitt hjartasár, burt ótti, ivi fer, er lívsins manna ár um ár, eitt træ, sum lívsfrukt ber. Hitt navn, tað er mín trygga borg, mín skjøldur og mítt skjól, mín skattur, fríur fyri sorg, mín sæla og mín sól. Vár Frelsari, vit játta teg sum Prest, Profet og Kong, sum lív, sum ljós, sum vón, sum veg, tær bera takkarsong! Veik tøkkin er, vit veita tær; tó prísa vit í dag, til betri prís vit bera har í ljósa Himmalstað. John Newton (Ongl.) ( Danielsen týddi). Á Jesus, nógv meir undurfull tín dýrd og æra var enn dýrir steinar, perlur, gull, sum forðum Áron bar! Fyrst fyri seg hann ofraði tí reinur hann ei var men tú, sum aldri syndaði, ei offur nýttist tær! Og við hitt altar árliga av nýggjum blóðið rann; men okkum frelsu æviga tín eini deyði vann. Og hinir prestar doyðu jú og skiftu manga ferð; men eins og Melkizedek tú í ævir prestur er. Á hvørjum ári presturin við djórablóði gekk í halgidómin høga inn og onga frelsu fekk. Men, Kristus, tú títt egna blóð í halgidómin bar, og henda offurgáva góð ein ævig reinsan varð! Tú livir altíð, og tú ert vár prestur enn í dag og forbøn fyri okkum gert við tøkk vit minnast tað. ( Danielsen týddi). Á Jesus, títt navn er í vanda eitt virki, mín keppur, mín stavur, mín verndarborg góð, mót helsótt ein lívsdrykkur, veikum ein styrki, á, visti, ja, visti hvør sál hetta tó! Títt navn er ein salva, sum linar og grøðir, sum stillar mítt særda og líðandi sinn, títt navn er mín styrki, tá stríðið meg møðir, mín hjálp er tað, gangi eg út ella inn. Títt navn er ein klettur í freistingartíma, eitt torn, har meg fíggindin ikki kann ná, eitt ljós, tá ið dagurin tekur at skýma, ein kelda, har livandi vatn er at fá. Ja, eg havi roynt tað í sálini míni, hitt navn hevur lívgandi megi í sær, tað stillaði ófriðin, loysti úr pínu og burtur úr deyða og dómi meg bar. Um navn títt, hitt dýra, skal syngja mítt hjarta, á Jesus, so leingi eg enn eri her, inntil eg í himmalska ljósinum bjarta skal síggja og sanna, hvør lovvert tað er. Hitt navnið, tað enn skal meg verja og varða, meg reisa av falli og leiða meg her; tí navninum veri alt prís og øll æra! Á Gud, ger tað stórt, sum av sonnum tað er! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Til Jesus verður sál mín drigin hvønn dag meiri nær, og fagrari enn nakað her á foldum er hann mær; mót honum følnar alt, sum eg í dreymum havi sæð ja, kærur var hann mær í gjár, men kærari í dag! Niðurlag: Men helvtin kann ei hugsast av tí, sum Jesus er, har uppi skal eg kenna hann sum aldri, aldri her. Hans vakurleiki vann meg, tá langt burtur eg hann sá, hann fagrari enn liljurnar og sólin er at sjá, mín troytta sál hjá honum verður sterk og heit og glað ja, kærur var hann mær í gjár, men kærari í dag! Er hjartað tungt, og leiðin trong, er hann mín fasta borg, í favni hans eg finni hvíld í iva, neyð og sorg; eg elski Jesus, tóat eg ei enn hann havi sæð ja, kærur var hann mær í gjár, men kærari í dag! Martin. ( Danielsen týddi). Alt, sum tínum børnum her á fold man møta, fyri alt tað, Jesus, er bert hjálp hjá tær! Um so tykir mær, at tung gerst mong ein løta, hjá tær, Jesus, frið mítt hjarta aftur fær! Niðurlag: Jesus, bert hjá tær er hvíla sonn og gleði, eina tú kanst sløkkja sálartosta mín! Og eg takki tær á hesum náðidegi einki kundi frelsa uttan deyði tín! Tann, sum heilt seg upp í tínar hendur gevur, altíð reystur gjøgnum lívið ganga kann; deyði, dómur einki vald á honum hevur, tí at Jesus deyðans myrkur yvirvann. Nú eg hvíli trygt í tínum sterka armi, og frá tær nú eingin burt meg ríva skal; troytta hjarta slær nú lætt í mínum barmi, meg ei syndin longur kúga kann sum træl. Óli Reinert, Á Harri Krist, mín Frelsari, tú gavst teg fyri meg, til krossins deyð frá trónuni tú lýðin boygdi teg! Har uppi friður, gleði var, har kendi tú ei neyð, men her á jørð bert møtti tær sorg, ótøkk, pína, deyð. Hvat kundi, Harri, fáa teg so djúpt at stíga tá og ganga henda tronga veg og hanga trænum á! Teg dreiv tín stóri kærleiki, tín kærleiki til mín og syndatrælir eins og meg, sum bóru hat til tín. Tú komst at vitna um vár Gud, og at hann góður var, at vinna syndatrælum lut í ljóssins ríki har. Tí fyllist nú mín sál og ond av tøkk og prís til tín, sum loysti míni trælabond, bart lív og frið til mín. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Í tær, á Jesus, fann mín sál, ja, eina fann í tær tann frið, ta gleði, hvíld og trygd, sum fyrr mær ókend var! Niðurlag: Nú navn títt, Jesus, eina tað er dýrabart hjá mær; tí kærleik, lív og hjartafrið eg eina fann í tær. Eg suffaði um lukku, frið, eg søkti tey, ei teg, men øll mín eydna var, at tú, á Jesus, søkti meg! Teir brostnu brunnar royndi eg, men lívsins vatn ei fann, í teimum fáfongd, deyði bert og sálareitur rann. Eg græt um farnan stuttleika, men ikki eftir tær, til blindu eygu lótust upp, so nú mín sál teg sær. ( Danielsen týddi). Jesus, tú, sum elskar meg, lat meg hvíla meg hjá tær! Fíggindin, hann fylkir seg, pílar hans mær flúgva nær. Fjal meg, á mín Frelsari, meg í lívsins stormum fjal, til í Himli høga meg eingin stormur saka skal! Annað skjól eg eigi ei, skjøldur mín ert eina tú, tú vilt meg ei svíkja, nei, eins og fyrr tú frelsir nú! Lat tú lýsa andlit títt, tá ið myrk er leiðin mín verjuleysa høvur mítt fjali veingjaskuggi tín! Tú ert alt, ið tørvar mær, tú kanst grøða hvørja sótt, tú hjá mær, og eg hjá tær tá er tyngsta byrði løtt; øll mín rættvísi ert tú, ónt er alt, sum býr í mær, hvør, ið hevur á teg trúð, frið og náði fann hjá tær. Sváru syndaskuldina fjaldi fría náði tín; tak nú burtur smittuna, reinsa kropp og anda mín! Lat meg drekka so av tær, tú, sum lívsins kelda er, at tín náði frí frá mær flóta kann til onnur her! Charles Wesley (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á, Jesus, tú ert mín, so søtt er hetta mær, títt navn hálovað er, míns hjartans lovsong fær. Niðurlag: Mín, mín, mín, eg veit, tú ert mín, Frelsari kæri, eg veit, tú ert mín. Tú elskar syndarar og eg júst eri ein, men frelstur varð eg tó, tá náðisólin skein. Mítt hjarta gripið varð av tíni kærleikssrødd, og tá tú talaði, varð sjúka sál mín grødd. So lat meg prísa tær, nú tú ert vorðin mín, títt orð ei lúgva kann, eg veit, eg eri tín. Anna Hudson. ( Zachariassen týddi). Jesus, mín Harri, í Betlehem lá í eini krubbu á fátækum strá, føddur til spott og til sorg her at fá elskaði meg, ja, meg, elskaði meg, ja, meg, elskaði meg, ja, meg, føddur til spott og til sorg her at fá, elskaði meg, ja, meg. Jesus, mín Harri, á Golgata træ keypti meg, tí er mín sál frelst í dag, undurfull, undurfull náði var tað leið fyri meg, ja meg, leið fyri meg, ja meg, leið fyri meg, ja, meg, undurfull, undurfull náði var tað leið fyri meg, ja, meg! Jesus, mín Harri, hin sami hann var, sum tá hann forðum beyð syndarum nær soleiðis leitaði hann eftir mær, kallaði meg, ja, meg, kallaði meg, ja, meg, kallaði meg, ja, meg, soleiðis leitaði hann eftir mær, kallaði meg, ja, meg! Jesus, mín Harri, skal koma nú skjótt, fast er hans orð og hans lyfti so søtt; minnist eg tað, so er byrðin mær løtt ja, hann skal heinta meg, ja, hann skal heinta meg, ja, hann skal heinta meg, minnist eg tað, so er byrðin mær løtt ja, hann skal heinta meg! ( Danielsen týddi). Tað er sól í míni sál í dag, hin myrka náttin svann, tí Jesus í mítt hjarta kom, og sólskin mítt er hann. Niðurlag: Tað er sólskin, summarsólskin, meðan friðfult tíðin fer avstað; Jesus hevur víst mær andlit sítt, tí er sólskin her í dag. Tað er spæl í míni sál í dag, ein lovsongur til hann, sum væl meg skilir, um ei orð mín tunga finna kann. Tað er vár í míni sál í dag, tí er mær Jesus nær; so syngur hjarta mitt um frið, og blómur vaksa har. Tað er lív í míni sál í dag og vón, sum fyrr ei var, av tí, sum Harrin gevur her, og tí, hann lovar har. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Far til Jesus, hann er sannleikskelda, hann tær gevur kraft á lívsins leið. Hvønn ein morgun, og tá fer at kvølda, far til Jesus, hann teg svíkur ei! Niðurlag: Far til Jesus, hvat ið enn teg hendir, far til Jesus, hann tær hjálpa kann. Far til Jesus, nátt til dag hann vendir, far til Jesus eingin er sum hann! Far til Jesus, svann tín sálarfriður, sig bert honum alt, hann fatar teg. Alt títt lív, til svørð tú leggur niður, allan vegin vil hann leiða teg. Ert tú veikur, kennist tung tín byrði, tykist alt tær svart og dult og kalt, Jesus er hin góði sálarhirði. Far til Jesus, hann vil greiða alt. Óttast tú enn lívsins ódnarveður, far til Jesus, legg teg í hans favn. Hann alt vald á jørð og Himli hevur. Óttast ei, men lít á Jesu navn. David Wickberg (Svør.), (Hilmar Andrésen týddi). Eg leggi tað alt á Jesus, hvønn ótta, meg nívir her, tí syndina, tyngstu byrði, bar Jesus jú einaferð; nú skal hon meg ikki døma, ei ráða longur í mær, tí reinan og frían av náði meg Gud gjøgnum Sonin sær. Eg leggi tað alt á Jesus, hvønn veikleika, í mær finst, mítt myrkur, mín hjartakulda, mítt hjálparloysi ei minst; hann eina er mentur at virka tann ávøkst, sum heldur á, og boyggja mín blinda vilja og lata meg fremja sítt ráð. Eg leggi tað alt á Jesus, hitt tærandi dagliga stríð, tær stúranir, stórar, smáar, sum koma tíð eftir tíð; hans smíl kann klæða í rósur tann haga, sum oyðin var, og trúgvin á hann ger sólskin, tá eygað bert toku sær. Eg leggi tað alt á Jesus mítt virki á foldum við, meg sjálvan og tey, eg elski, og so fær hjarta mítt frið, hvønn skelvandi framtíðarspurning, sum rúm í sálini fær, hin tunga og myrka iva, sum hylur Guds dag fyri mær. Eg leggi tað alt á Jesus, tí so hann sjálvur mær beyð; hann lovar um alt at hugsa og frelsa í hvørjari neyð. Eg óttaleysur vil byrja hvønn komandi dag, hvørt ár, og biðja: Ver hjá mær Harri, í dag, sum tú vart í gjár! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). (I). Ein stund hjá tær, á Jesus, sum hon kann javna alt! Har fann eg mangan hvílu og hjálp, tá mest um galt; tá myrk og fløkt var leiðin, og sálin tung og troytt ein stund hjá tær, á Jesus, og alt var aftur greitt! Ein stund hjá tær, á Jesus, tá syndin pínir meg, og vantrúgv mær vil forða at hyggja bert á teg! Ein stund hjá tær, á Jesus, og byrðin svinnur burt, og syndin missir megi, og eygað verður turt! Ein stund hjá tær, á Jesus, og dimmið lættir brátt, og eygað vendist aftur frá deyðans myrku nátt til lívsins fagra morgun, tann dag, ið nú er nær, tá alt skal aftur verða, sum tað av fyrstum var! Ein stund hjá tær, á Jesus, hvønn frið hon ber við sær, tá menniskju meg døma og stríða móti mær, tá eg við særdum hjarta frá vinum fara má ein stund hjá tær, á Jesus, kann eina hjálpa tá! Ein stund hjá tær, á Jesus, hvør kraft í henni er at ganga fram við gleði, um leiðin trong enn er! Hon lærir meg at leingjast, at skjótt nú koma má tann stund, tá aldri aftur eg tær skal skiljast frá. Gev mær tí ofta Harri, á lívsins tronga veg hjá tær ein stillan tíma at tala bert við teg! At vera hjá tær, Jesus, er hjartans djúpa trá, á foldum og í Himli tín halgidóm at sjá! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Einki navn er stórt sum navnið Jesus, dýrari á foldum ikki var; mildi Jesus, kæri Jesus! Eins og fagur ljómur er tað mær. Niðurlag: Á, hitt dýra navn, á, hitt kæra navn! Tað kann slíta syndarinnar bond; mildi Jesus, dýri Jesus! Navnið birtir eld í lívsins ond. Einki navn ber kraft sum navnið Jesus, onnur nøvn øll doyggja einaferð; mildi Jesus, dýri Jesus! Einglar bóru navnið niður her. Einki navn er ríkt sum navnið Jesus, fyllir Himmalsins hin fagra sal! Mildi Jesus, dýri Jesus! Tað skal ljóma yvir fjall og dal. Eg kann aldri gloyma navnið Jesus, lívið fylt av Himli ger tað mær; mildi Jesus, dýri Jesus! Hugsa, ein dag hann at skoða har! John Clements (Amer.), f. ( Háberg týddi). Ella: Er tað satt, at Jesus er mín bróðir, hoyrir himmalarvurin mær til? Burtur tá, tit tungu táraflóðir, burtur alt, sum hjartað tyngja vil! Hann mín bróðir undur yvir undur, størsta náði, nøkur sál kann fá! Tó mín trúgv er lítil mangar stundir, orði hans eg tryggur byggi á. Faðir mín og tykkara, hann segði á tann troyst, at Jesus segði so! Frið mær keypti krossins streymur reyði á, hvør stórt, at eg fekk hesi boð! Meiri vert er hetta bróðurbandið enn, um allan heimin eg so vann; eg í sambandi við honum standi, havi rætt til sama arv sum hann. Sama arv í Harrans ljósa heimi, sama Gud og Faðir á, hvør stórt! Hjálp mær, Jesus, at eg aldri gloymi, hvussu ríkan tú meg hevur gjørt! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk, so at songurin tagna má, tá ið mótið svann, tá ið grátur rann, og eg veit ei veg ella ráð? Niðurlag: Á ja, hann er nær, eg veit, hann er nær, hans eyma hjarta er rørt! Tá ið náttin long er, og leiðin trong, er við hjálp hans armur nær. Er Jesus nær, tá ið nátt er myrk, og yvirhond ræðslan vann, tá á trongu kós ikki sæst eitt ljós, meðan ódnin ýlir sær hann? Er Jesus nær, tá eg veik og fall fyri freisting, eg stríddi mót? Sær hann míni tár, míni djúpu sár, vil hann styðja snávandi fót? Er Jesus nær, tá eg havi mist tað, á foldum mær dýrast var? Er hann tá ein borg í tí djúpu sorg, elskar hann meg tá, er hann nær? Frank Graeff (Amer.), um ( Danielsen týddi). Á Jesus, eg elski teg, eg veit, tú ert mín! Eg ofra vil alt, ið særir kærleika tín; mín elskandi Frelsari, mín vinur ert tú um onga tíð áður, so elski eg teg nú. Eg elski, tí tú hevur fyrst elskað meg og vunnið mær lívið, tá tú ofraði teg; við tornunum krýndan hevur sál mín teg sæð eg elski teg, Jesus, um eg fyrr ei gjørdi tað! Tá inn í títt ríki mín sál borin er at prísa tær, elska teg betur enn her, tá alt tað, eg trúði, eg sælur skal sjá, sum onga tíð áður skal eg elska teg tá! William Featherstone (Canada), ( Danielsen týddi). Jesus, tú sum elskar mína sál, tú, sum allar syndir mínar bar, tú, sum grøðir hjartans djúpu sár, Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær. Niðurlag: Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær, alla gleði eigi eg í tær, Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær. Hvat er heimsins gleði fyri meg, hvat er alt á jørð, mítt eyga sær? Longsil mín er bert at síggja teg, Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær. Við tín særda fót eg leggi meg, lív og heilsu vil eg ofra tær, tala, Harri, so til mína sál, Jesus, tú ert meir enn alt hjá mær. Edward Joy (ørindi). Arthur Arnot (niðurl.). ( Háberg týddi). Hvat skal eg Jesusi geva, honum, sum lívið mær vann? Roykilsi, myrra og perlur ov lítið er fyri hann. Niðurlag: Jesus, eg beri meg sjálvan, at tú nú eiga meg kann, bæði í dag og í ævir, tú, sum við blóði meg vann! Hvat skal eg Jesusi geva? Varrar, sum syngja um hann, føtur, sum ganga hans vegir, søkja tey lomb, sum hann vann. Jesus, hvat skal eg tær geva? Altíð eg tæna tær vil, elska teg, fylgja tær, gera tað, sum tú sendir meg til. Lizzie de Armond (Amer.), d. eftir ár ( Danielsen týddi). Tú mítt ljós, mítt lív, mín lutur, Jesus, meir enn alt hjá mær! Gjøgnum hesar oyðimarkir lat meg vera nær hjá tær! Niðurlag: Nær hjá tær, nær hjá tær! Nær hjá tær, nær hjá tær! Gjøgnum hesar oyðimarkir lat meg vera nær hjá tær! Fittligar og lættar dagar vil eg ikki ynskja mær; tola, líða vil eg fegin, eri eg bert nær hjá tær. Gjøgnum henda skuggadalin leið meg, ber meg hagar, hvar eg teg sjálvan skjótt skal síggja og tær altíð vera nær! Fanny Crosby (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Krossin havi eg nú tikið, sleppi øllum, fylgi tær; alt, eg leit meg á, er vikið Jesus, tú ert alt hjá mær! Niðurlag: Eg vil fylgja tær, á Jesus, fyri meg tú lætst títt blóð! Svíkja øll av tíni náði, Harri, fylgi eg tær tó! Brotnaði hvør vón, eg visti, sveik meg alt, eg søkti, sá, Himmalin eg ikki misti eri eg ei ríkur tá! Um meg verðin háðar, svíkur, tær hon sama steypið beyð; um hvørt hjarta frá mær víkur, Harri tú ert ei sum tey! Sterki Gud, vilt tú meg lata hvíla við títt kærleiksbróst, lat so fíggindar meg hata, vinir gloyma alt er ljóst! Maður kann meg níva, treingja, tað bert dregur meg til tín, harðar royndir á meg streingja Himmalin ber hvíld til mín. Henry Lyte (Skotl.), ( Danielsen týddi). B-f. Á tey søtu gleðiboð, ið orðið trúnni ber: Sum í gjár, í dag, í ævir Jesus Kristus er! Enn sum fyrr hann elskar síni, sjúk hann grøða kann, uggar sorgfull, stillar stormin prís og tøkk til hann! Niðurlag: Sum í gjár, í dag, í ævir Jesus Kristus er; alt umskiftist, Jesus aldri lovsong honum ber! Lovsong honum ber! Lovsong honum ber! Alt umskiftist, Jesus aldri lovsong honum ber! Hann, sum Pæturs synd tók burtur, ei umskiftist hann, hann, sum kom til Tummas, allan iva greiða kann, hann, sum læt Jóhannes við sítt hjarta hvíla seg, hann mær býður til sítt eyma bróst at leggja meg Hann, sum millum vreiðar bylgjur trygt á sjónum gekk, stillar stormin harðasta, sum vald á okkum fekk; hann, sum græt og bað í angist í Getsemane, deilir hvørja sorgarskál, ið sett er fyri meg. Hann, sum gekk til Emmaus og gisti har við teim, hann vil fylgjast enn við okkum allan vegin heim; skjótt hann síggjast skal í skýnum Harri, ja, kom skjótt! Hvør, sum á hann trýr; hann eigur hetta lyfti søtt. Simpson (Amer.), ( Danielsen týddi). Meiri um Jesus sig mær frá, meir av hans náði lat meg sjá, meir um hans fylling, lív og kraft, meir um tað stríð, hann hevur havt! Niðurlag: Meir, meiri um Jesus, meir, meiri um Jesus, meiri um hann, meg elskaði, meir um hans deyða fyri meg! Meiri um hann eg læra má, meiri hans halga vilja sjá; Harri, lat Andan læra meg, vísa mær meiri teg, bert teg! Meiri um hann í orðinum, meiri um hann á krossinum, á, at hvør regla tala kann, meiri um Jesus meir um hann! Meir um hans ríki og hans mátt, meiri um hann á hvønn ein hátt, meiri um hann, sum valdar har, meir um hans komu eftir mær! Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Navnið Jesus ei kann blikna, fánar ei sum tíðin fer. Aldri vil tess megi vikna, tí tað navnið ævigt er. Ung og gomul heim tað kallar, býður teimum sælan lut, tað er ment at leiða allar vilstar sálir inn til Gud. Niðurlag: Navnið Jesus má eg elska, sál mín brennur fyri tí. Ongum øðrum navni finnist henda dýra frelsa í. Navnið Jesus fagurt ljóðar, lat tað hoyrast víða hvar, aftur styrkja sálir móðar, har sum vónin burtur var. Óndskapur og hatur flýggja, har ið Jesu-navnið vann, rættferðsól á tann skal síggja, sum í honum frið sær fann. Tá á nátt seg myrkrið breiðir, sum ein viti Jesu navn illa støddu skútu leiðir inn í ljóssins tryggu havn, og tá sól ei meir skal rísa, tónar hátt í Himlunum har hvar Jesu dýrd vil lýsa lov frá frelstu skarunum. David Welander (Noreg), ( Háberg týddi). Søguna sig mær um Jesus, orðið at hjarta mær før, sig mær ta søgu so dýra, boðskapin besta á jørð! Songin, sum hirðarnir hoyrdu, songin um frøi og frið, songin um heiður til Harran, lat okkum syngja hann við! Niðurlag: Søguna sig mær um Jesus, orðið at hjarta mær før, sig mær ta søgu so dýra, boðskapin besta á jørð! Eina í oyðimørk varð hann freistaður ferð eftir ferð; hørð vóru fíggindans álop, tó, síggj, hann sigrandi er! Sig frá hans sút og hans sorgum, syng um hans sveitta og stríð! Vanvirdur, einsamur armur var hann í bygd og í bý. Sig frá teim tímum so tungum, tá ið á trænum hann hekk, syng um hans sigur so stóran, tá hann av grøvini gekk! Kærleik her stóran eg síggi, størri, enn áður eg sá, kærleik, ið loysti tær leinkjur, har í eg trælbundin lá. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). III. Eg skal altíð vera hjá tær, einki tær meg skilir frá; hetta orðið greitt mær sigur, hesum hvílir sál mín á. Niðurlag: Jesus, Jesus, vinur besti! Navn títt, Jesus, uggar meg; gjøgnum stormar, myrkur, vanda at tær bert mær halli eg. Hann, mín Frelsari, kom til mín, tá eg lá fortaptur har; hann meg frelsti, gav mær vissu, at hans barn eg vorðin var. Hann, mín Frelsari, meg søkti, tá hann vilstan burt meg fann; mína synd hann fyrigav mær má eg tá ei elska hann! Hann er syndarum ein vinur, hann vil barn sítt leiða her, fólk sítt føra, verja, varða, til tey frelst har heim hann ber. Jesus, eg teg har skal síggja, tá ið ferðin endað er; eg tær uppi har skal prísa fyri tað, tú vart mær her! Jákup Olsen, Tú sært ei meg, tú sært ei meg, men Son tín, Gud, sært tú! Meg sært tú eina latnan í hans hvíta rættferðskrúð; men um tú sást meg uttan hann, ei vón var fyri mær, eg stóð ei, Harri, enn ein dag, ein tíma fyri tær! Men nú tú hyggur burt av mær og sært á Jesus bert; ígjøgnum deyða hans og blóð tú nú mín vinur ert! Tí hann er nú mín rættvísi, mín friður og mítt alt; hann stríddi fyri meg og vann, og skuldina hann galt. Ei hetta lætt at skilja er, men orðið lýgur ei, um kenslur, vit og alt í mær so eina sigur nei; tað stendur so í orðinum, og tí, tí trúgvi eg og syngi: Prís tær veri, Gud, at náðin frelsti meg! Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Forðum søkti eg, á Harri, eina signingar frá tær, søkti eina tínar gávur nú tú sjálvur alt ert mær! Niðurlag: Jesus, Jesus, Jesus eina, tú ert vorðin alt hjá mær, alt á jørð og alt í Himli, alt eg havi nú í tær! Fyrr á kenslur bert eg bygdi, nú á orð títt byggi eg, og tann Himmal, ið eg søkti, fann eg við at kenna teg. Eitt sinn frið í tí eg søkti, sum eg gjørdi fyri teg; nú er tað mín friður vorðið, sum tú gjørdi fyri meg. Áður helt eg mær við Jesus, nú, nú heldur Jesus mær; ei við streyminum eg reki, hann meg varðar trygt hjá sær. Leingi bar eg tungar byrðar, nú ber hann tær fyri meg; hvat eg eri, var og verði, Jesus tók tað alt á seg. ( Danielsen týddi). Mín songur er um Jesus, tí Jesus elskar meg og dró meg burt í náði av undirgangsins veg; av hjarta vil eg syngja um hann, sum gav mær frið, ja, honum vil eg prísa nú og í ævir við. Mín songur er um Jesus, Guds Lamb, sum dripið varð, sum gekk í deyðan myrka og syndir mínar bar; við tøkk hann hjartað fyllir, tí alt hann gjørdi væl, av náði, bert av náði mín sál er frí og sæl. Mín songur er um Jesus, inntil eg einaferð við hásætið skal syngja ein song, sum betri er; og har í Eden fagra við lívsins reinu flóð eg skal í ævir syngja um Jesu dýra blóð. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Syng um Jesu undurfulla kærleik, syng um náði hans og makt. Vit í Himli fagran bústað fáa, sum hann hevur sagt. Niðurlag: Tá vit koma til Himmals, ein vælsignaður dagur verður tað. Tá vit síggja Jesus og syngja honum takkarlag. Sum vit ganga pílagrímsins gøtu, myrkist mangan loft so blátt, men tá ferðin er at enda, horvið er hvørt skýggj so grátt. Latið okkum vera trúgvar, sannar, honum tæna dag um dag. Tá várt eyga ber við Jesus alla møði lønir tað. Framá himmallønin er várt stavnhald, Jesu dýrd vit síggja tá, skjótt fer perluportrið upp, og vit gullgøtur stíga á. Eliza Hewitt (Amer.) ( Háberg týddi). Hvør gevur til hjarta mítt sælasta frið? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Og hvør er tann klettur, eg styði meg við? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Niðurlag: Bert Jesus, bert Jesus, bert hann gevur sálini lukku og frið! Ei rætt kann tað sigast, men tó kann ei tigast, hvør vinur ið mær er Jesus. Hvør eigur hitt vatnið, sum vekja kann deyð? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Hvør gevur í oyðimørk sálini breyð? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Hvør gevur mær hvíld, tá ið sálin er móð? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Og hvør átti hjálp, tá ið trongdur eg stóð? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Ja, hvør er mín stjørna í myrkastu nátt? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Hvør kemur og tekur meg heim til sín brátt? Bert Jesus, ja, eina Jesus! Ridderhof (Hál.), ( Danielsen týddi). Tann kærleiki, hann til mín bar, at líða so á trænum har, tí eg fortaptur, dømdur var, er meir, enn sigast kann. Niðurlag: Ja, tað er meir, enn sigast kann, ja, tað er meir, enn sigast kann, tann kærleiki, hann til mín bar, er meir, enn sigast kann! Tann sorg, ið hvíldi honum á, tann byrði, á hans hjarta lá, at sál mín skuldi lívið fá, er meir, enn sigast kann. Hvønn frið, tú hjarta mínum bert, hvør vinur, Harri, tú mær ert, ja, hvat títt dýra blóð er vert, er meir, enn sigast kann. Tann gleði, ið hann ber við sær, tann hvíld ið er, har hann er nær, tann vón, hann hevur givið mær, er meir, enn sigast kann. Jane Hall. ( Danielsen týddi). Hvat kann sum navnið Jesus ugga eitt byrðað bróst! Hvat kann sum tað í sorgum gera alt lætt og ljóst! Vakurt tað navnið ljóðar fyri tí frelstu sál; hetta navn høgt at gera er várt hægsta mál. Niðurlag: Undurfult og stórt er navnið Jesus, fagrari enn nakað annað navn; lov og prís og heiður navnið Jesus eigur nú og gjøgnum allar ævirnar; hetta dýra navnið trygt meg leiðir gjøgnum storm og myrkur dag um dag, inntil hans særda hond meg førir inn í Zions stað. Lít at teim farnu døgum, minst á tey svunnu ár, hugsa um gleðitíðir, hugsa um sorgartár! Hvat hevur havt sítt virði, hvat var hin trygga havn gjøgnum alt, ið tær møtti, uttan Jesu navn! Treystur tí skoða framá, vita, at hann er við! Kærleiksfult hann tær fylgir, gevur tær hvíld og frið. Verðin er myrk og ótrygg, ræðist hvønn nýggjan dag; men tann sál, sum er frelst, kann hvíla trygg og glað. Háberg, Jesu offur eina gevur fullan frið og lívsælan; fastan grundvøll eina hevur tann, sum byggir bert á hann. Niðurlag: Eingin onnur leið er givin, einki navn, har frelsa er Jesus, Jesus, hann er blivin sannleiki, lív, vegur her! Kristus er hin góði Hirði, tí hann setti lívið til; kemur úlvurin, sum myrðir, hann sítt egna verja vil. Jesus eina okkum leiðir, forbøn hann hjá Gudi ger; øllum sínum hann til reiðir stað, har sum hann sjálvur er. Alla tíð og allar vegir hetta er várt takkarljóð, hetta evni okkum gleðir: Jesu deyði, Jesu blóð. ( Danielsen týddi). Ella: Á, hvør signað, at frelsa varð vunnin, tá ið Jesus á Golgata hekk, at hin reinsandi flóðin er runnin úr teim sárum, hin heilagi fekk! Hetta offur er mín gleði, nú eg ferðist á fold eina tíð; náttin myrka er víkt fyri degi, deyðans ásjón er still nú og blíð. Her á foldum varð hvílan ei funnin til mítt troytta og syndtyngda bróst, mangan vónloysistár eru runnin, áðrenn Frelsari mín gjørdi ljóst; tó eg eftir lukku søkti, eina fáfongd og ófrið eg fann, alt bert ivan og sorgina økti inntit dagur í sálini rann. Nú við gleði um Jesus eg syngi, hann er mín, hann í ævir er mín! Eg í stormi eitt skjól havi fingið, hann meg tekur í tjaldið til sín; eg kann fegnast allan dagin í tí frælsi, sum Jesus mær vann, burt svann deyðin, og lív kom í staðin, og mítt hjarta nú tilbiður hann. Gustav Abrahamsen (Noreg), ( Danielsen týddi). Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ, nógv betri er hann enn øll ogn í dag. Eg velji fyrr hann og um lívsins lond at leiðast av hansara særdu hond, enn eitt kongadømi at eiga her, hvar ið syndin valdið vann. Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt, sum verðin bjóða kann. Eg velji fyrr Jesus enn heiður mans, nógv størri er æran at vera hans. Eg velji fyrr hann og tann dýra frið, sum kennist, har Frelsarin fylgist við, enn at njóta syndina stutta tíð og ta fragd, hon veita kann. Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt, sum verðin bjóða kann. Eg velji fyrr Jesus, tí um eg skal ígjøgnum deyðskuggans dimma dal, so verður júst hann, sum eg valdi her, mín keppur og stavur og við mær fer inn í lívsins æviga ljósa stað, til tann bústað, hann mær vann. Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt, sum verðin bjóða kann. Rhea Miller. ( Háberg føroyskaði). Jesus er tann vinur góði, sum alt er vorðin mær; hann nógv vakrari enn tíggju túsund er; hina dalsins hvítu lilju mín sál í honum sær, hann er alt, hann frelsir og meg heilan ger. Í sorgum hann meg troystar, í neyð hann er mítt skjól, hann meg biður kasta alla trongd á seg; hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár, hann er meir enn tíggju túsund fyri meg. Niðurlag: Í sorgum hann meg troystar, í neyð hann er mítt skjól, hann meg biður kasta alla trongd á seg; hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár, hann er meir enn tíggju túsund fyri meg. Allar sjúkur mínar tók hann og sorgir mínar bar, eg í freisting eina borg í honum fann; fyri hann eg øllum sleppi og kasti burt frá mær hvønn ein falsgud og meg líti bert á hann. Um verðin øll meg gloymir, og Satan freistar sárt, gjøgnum Jesus tó til málið nái eg; hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár, hann er meir enn tíggju túsund fyri meg. Hann vil aldri, aldri gloyma og ikki vraka meg. Tí eg óttist ei, mín hjálpari hann er; hann ein eldmúrur er kring meg, tí tryggur hvíli eg, himmalskt manna míni svongu sál hann ber. Og skjótt eg skal í skýnum hans dýra andlit sjá, skjótt av lívsins á við gleði drekki eg; hann er dalsins hvíta lilja og morgunstjørnan klár, hann er meir enn tíggju túsund fyri meg. Fry (Ongl.), ( Danielsen týddi). Jesu navn tú við tær taki, sorgarbarn, ið hvar tú fer! Troyst og gleði tað tær gevur, friður í tí navni er. Niðurlag: Jesu navn, á, hvør søtt! Ljós í Himli og á jørð! Har er skjól mót Satans pílum og í storminum ein havn; møta freistingar og royndir, far til Gud í Jesu navn! Sál og hjarta kann tað gleða, stilla stríð og sakn og sorg, so hvat enn ið okkum møtir, er hitt navn so trygg ein borg. Um vit, Jesusi til æru, eyðmjúkt tola, líða her, bíðar okkum lívsins krúna, har sum stríðið liðugt er. Lydia Baxter (Amer.), ( Danielsen týddi). Um mín Frelsara eg syngi, hvussu hann meg elskaði, toldi krossins harða deyða, legði har mítt bann á seg. Niðurlag: Eg vil syngja bert um Jesus, syngja um mín Frelsara; hann á krossinum meg loysti og har greiddi skuldina. Eg vil syngja um hitt undur, at, tá eg fortaptur var, hann í botnleysari náði tók mítt stað og krossin bar. Eg vil syngja um mín Harra, um hans æru og hans makt, hvussu synd og grøv og deyði undir føtur hans er lagt. Ja, um Jesus vil eg syngja og hans stóra kærleika, til við frelstum eg har uppi syngja skal halleluja! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum. Jørðin syng, og sig frá hans kærleika. Heilur! Heilur! Rópið tit himmalsku skarar, veldið, æran, dýrdin er hansara. Sum ein hirði Jesus vil varða síni, sterka hond hans leiðir tey dag um dag, sigið frá hans stórleika, mátti og megi, prísið honum alsamt við gleðilag. Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum. Fyri synd og sorg vára doyði hann, hann, vár vón, vár klettur, vár æviga frelsa. Heilur! Heilur! Jesus, sum deyðan vann. Mildur, stillur Frelsarin spottið toldi, krýnt við hvøssum tornum hans høvur var, fyri okkum vrakaður, háðaður, myrdur, nú vár drottur ævigan lovsong fær. Prísið, lovið Jesusi, loysnara várum. Himlar, hevjið Harranum takkarsong. Jesus Kristus ræður í aldur og ævir. Krýn hann! Krýn hann! Prest og profet og kong. Deyðin vunnin syngið um tað, tit frelstu. Hvar er nú tín broddur og sigur tín? Jesus livir fullkomin gleðin er vorðin. Jesus kemur loysnari tín og mín. Fanny Crosby (Amer.), ( Zachariassen týddi). Jesus, takk fyri alt, sum eg lærdi frá tí degi, tá frelstur eg varð, eg, sum ivin og óttin fyrr tærdu, og tað vónleyst mót deyðanum bar, til títt blóð í mín stað eg sá renna ein dag Jesus, takk, at tú vísti mær tað! Fyrr eg trygt meg í synd havi kastað uttan hugsan um deyða og dóm, havi sorgleyst til undirgang hastað, meðan sálin var vónleys og tóm; Jesus vísti mær seg, frelstur nú eri eg, eg, sum fyrr gekk í myrkri mín veg. Nú er hjarta mítt uppfylt av gleði, tí eg veit skjótt skal enda mítt stríð, skjótt nú lýsir av ævigum degi, skjótt er sálin úr royndunum frí; við teim sælu eg tá mína hørpu skal slá, og mín signaða Frelsara sjá. Takk, á Jesus, hvør dagur, sum gongur, ber meg nærri mót heiminum har! Inntil toka og nátt ei er longur, vil eg leiðast og førast av tær, til mín frígjørda ond sær ta skínandi strond, sær tey ævigu friðarins lond. Carl Køhn (Danm.), yrktur ( Danielsen týddi). Eg eri glaður, Guds orð sigur mær, Jesus meg elskar og synd mína bar; tóat mangt undurið har er mær talt, Jesus meg elskar, er størri enn alt. Niðurlag: Jesus meg elskar, tí gleðist eg, hann elskar meg, hann elskar meg! Jesus meg elskar, tí gleðist eg, Jesus, hann elskar meg! Jesus meg elskar, og eg elski hann, kærleiki dreiv hann, tí blóðið hans rann, kærleiki dreiv hann á Golgata træ jú, hann meg elskar, hann prógvaði tað. Harí mín sál søtu hvíluna fann, væl veit mær við, tá eg líti á hann; Satan má flýggja, tá hoyra hann fær, Jesus meg elskar og stendur mær nær. Tá eg í Himli skal skoða mín Kong, syngi í ævir eg einans ein song, songin um Jesus, sum ofraði seg, doyði og leið, tí hann elskaði meg. Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Á, at byrja við tær, tú, mín Jesus, tað er leiðin tann, ið eg ganga vil á! Á, at byrja við tær, tað tú læri meg her, so at aldri eg gloyma tað má, at vera og blíva tín egin! Á, at byrja við tær, í títt heilaga navn, eina tað hevur frelsu í sær! Tak meg tætt inn at tær, í tín trúfasta favn, har er trygd, har er skýli hjá mær, um stormarnir ýla umkring meg! Á, at byrja við tær, tað er leiðin, ið ber móti lívsins tí æviga stað! Halt meg reinan, hvønn dag eg enn liva skal her, í tí blóði, sum niður hin dag á krossinum rann, Harri Jesus! Á, at byrja við tær eitt eg biði aftrat: Lat meg enda hvønn dagin við tær! Og tá tíð mín er úti í friði meg lat fara burtur at síggja teg, har sum aldri eg frá tær skal skiljast! Lina Sandell (Svør.), (Jákup Olsen týddi). Ein Frelsara dýrdligan fann eg, men leingi mín sál ei hann sá; nú vitna um náði hans kann eg, at øll skulu kenna hann fá. Niðurlag: Øll, ja, øll skulu sjá, øll, ja øll skulu sjá hin Frelsara dýra, eg eigi, hann øll, ja, øll skulu sjá. Av øllum hin fagrasti er hann, Guds dýrd øll í honum jú býr; og tó til sín egna meg ger hann, ein syndara arman, sum trýr. Vil myrkursins vald á meg herja og leggja sítt net á mín veg, eg veit, at meg Jesus skal verja og styðja í stríðinum meg. Mítt lív og mín kærleika beri eg honum, ið veitti mær alt; av øllum hans undrum tó veri tað størst, hann meg hevur útvalt! Carrie Breck (Amer.), ( Danielsen týddi). Kunnu vit finna ein vin sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Er nakar Frelsari uttan Jesus? Ikki ein, ikki ein! Niðurlag: Jesus kennir várt stríð á foldum, hann vil leiða til Himmals heim; kunnu vit finna ein vin sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Man nakar eiga slíkt vald sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Hvør hevur sett seg so lágt sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Var nakar dagur, vit mistu Jesus? Ikki ein, ikki ein! Var nøkur nátt, okkum gloymdi Jesus? Ikki ein, ikki ein! Kann nakar siga: Ei elskar Jesus! Ikki ein, ikki ein! Varð nakar svikin, sum leit á Jesus? Ikki ein, ikki ein! Er nøkur gáva so dýr sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Hvør veitir sínum eitt heim sum Jesus? Ikki ein, ikki ein! Johnson Oatman (Amer.), ( Danielsen týddi). Av øllum nøvnum elski eg mest, Jesus, navnið títt, tað stillar sakn, sum nívir meg og gleðir hjarta mítt. Niðurlag: Á, sum eg elski Jesu navn, á, sum eg elski Jesu navn. Á fold tað dýrast er. Mær boð um kærleika ber tað og náðiboð so góð, tað opnar syndarum í dag til himmalheimið slóð. Tá í Guds ríki endað er mín jarðarleið so trong, mín sál við teimum frelstu ber hans navni takkarsong. Frederick Whitfield (Ongl.), ( Háberg týddi). Er mítt lív ein troyttandi ferð, Jesus, hann er friður mín; tyngir krossurin, eg beri her, Jesus, hann er friður mín, gøtan slættað er av kærleika, náðin lýsir yvir leiðina, Harrin ber meg gjøgnum ferðina, Jesus, hann er friður mín. Niðurlag: Hann er friður mín, hann er friður mín, Jesus, hann er friður mín; hann er friður mín og gav mær kærleik sín, Jesus, hann er friður mín. Snerrur eru, har eg ganga má, Jesus, hann er friður mín; tó skal tað mítt mót ei niður slá, Jesus, hann er friður mín; Kristus gekk jú vegin undan mær, hvar eg gangi, rødd hans ljóðar nær, bert í honum frið mítt hjarta fær, Jesus, hann er friður mín. Tá mín sál um perluportrið fer, Jesus, hann er friður mín; tá mín stav eg leggi frá mær her, Jesus, hann er friður mín; tá mín songur alla ævina prís skal vera til mín Frelsara, sum leið fyri meg á Golgata; Jesus, hann er friður mín. Emma Johnson. ( Danielsen týddi). Mín Jesus er mín borg so góð, eitt skýli gjøgnum neyð og stríð, mín friður, tá mín sál er móð, ein hvíldarstaður alla tíð. Niðurlag: Ja, Jesus er ein klettur á turrum stað, á turrum stað, á turrum stað, ja, Jesus er ein klettur á turrum stað, ein hvíldarstaður alla tíð! Á degi skjól, á nátt mín vakt, eitt skýli gjøgnum neyð og stríð, mín lívd, mín vernd mót Satans makt, ein hvíldarstaður alla tíð. So leingi trúgvin roynast kann, eitt skýli gjøgnum neyð og stríð, og í Guds ríki verður hann ein hvíldarstaður alla tíð. Charlesworth (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tú hevur, Jesus mildi, ei nakra møði spart, tá meg tú frelsa vildi úr tí, meg bant so hart! Eg gekk á syndavegi mót deyðans myrka stað; tá sá eg teg, mín gleði, og tá varð sál mín glað! Ei annað hevur drigið teg har frá dýrdini enn tín ósigiligi og djúpi kærleiki, harvið tú vunnið hevur tær eina brúður her, og harvið frið tú gevur, har eingin friður er. Hví skal eg mótið missa! Nú skjótt tú koma vil at heinta meg; tann vissa er hvørs, tær hoyrir til; tú kemur! Tað má gera av vetri summar søtt; tú kemur! Tað má bera nýtt lív til hjartað møtt. ( Danielsen týddi). Jesus, sál mín hvílir, hvílir í tí gleði, hvat tú ert, og mítt hjarta sær hitt stóra í tær, Harri, bert! Tú meg baðst á teg at hyggja, og tín dýrd mín ogn er nú; meg við tíni guddómsmegi heilan gjørdi tú. Niðurlag: Jesus, sál mín hvílir, hvílir í tí gleði, hvat tú ert, og mítt hjarta sær hitt stóra í tær, Harri, bert! Á, hvør stór, hvør rík tín náði, víðari enn havið stórt, á, hvør undurfull tann góðska, sum meg hevur ført! Elskaður í tær, eg hvíli tíni ríku náði í, veit, í tær tey míni eru, øll Guds lyfti frí. Einfalt við á teg at líta mítt er ríkidømi títt, og tín endaleysa náði mettar hjarta mítt, stillar hjartans djúpa longsil, ger í vøtnunum ein veg og umgyrðir meg við signing ja, tú elskar meg! Jean Sophia Pigott (Írl.). Um ( Danielsen týddi). Sum Jesus ei nakar á jørðini var, so mildur var eingin sum hann, og ei slíkan vin nakar syndari fær, sum frelsa hin vónleysa kann. Niðurlag: Hann ofraði lívið, læt renna sítt blóð, hann ofraði alt fyri meg, hann stríddi við úlvin og sigrandi stóð, hann stríddi og spardi ei seg, men ofraði alt fyri meg. Av sonnum ein Frelsari Jesus mær er, hann kendi ta neyð, eg var í, og dóm mín og straff mína toldi hann her, tí endað er neyð mín og stríð. Tí æviga kletti nú hvíli eg á, hann, hann er mín friður í dag; og harvið eg Himmalin tryggur skal ná, tann stað, sum mín trúgv hevur sæð. Niðurlag: Ein borg mær hann er, har eg hvíla nú kann sum skip í tí tryggastu havn; hjá Jesusi eina mín sál hvílu fann, mín friður er hansara navn, hann sjálvur meg tók í sín favn. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Undurfull Jesu náði var; undurfult mína synd hann bar! Undurfull hvíld, mín sál har fær honum veri prís! Niðurlag: Undurfult navn títt er, Jesus, undurfult navn títt er, Jesus! Tú ert mín frelsa og friður, æra veri tær! Undurfult nær hann vísir seg, undurfult greiðir hann mín veg; undurfull rødd hans fyri meg honum veri prís! Undurfult hjálpir hann í neyð; undurfull frelsan, hann mær beyð, undurfull troyst í lív og deyð honum veri prís! Undurfult er tað ljós, eg fann, undurfult frælsið, hann mær vann, undurfult er at kenna hann honum veri prís! Stuart. ( Danielsen týddi). G-g. Tú ofraði teg fyri meg, mín Jesus, tí tú elskaði meg, arma, blinda dára! Ja, øll mín skuld á teg varð løgd, so øgilig í tyngd og nøgd tú stríddi stríðið svára. Tú særdur vart, so blóðið rann, vart sligin, tá mín straff teg fann, tú mátti dómin bera; tín Faðir mátti sláa teg, fyrst tá hann kundi frelsa meg og rættvísan meg gera. Eg aldri rætt kann fata tað, sum hendi har hin tunga dag, tá lív tú mátti lata; ei hjálp, ei linna har tú fekk, ein botnleys neyð tá á teg gekk, sum eingin rætt kann fata. Tú trongdur vart eg friðin fann, tú doyði, og eg lívið vann, tín sigur meg nú frøir; títt offurblóð og deyði tín er tryggi hvíldarstaður mín, tað sál og anda grøðir. Á tú, sum so meg elskaði, hjálp mær, at eg má elska teg av hjartans heilu megi! Mín sál skal prísa, lova tær, sum allar syndir mínar bar og gav mær lív og gleði. Jákup Olsen, Á, søt er hin søgan um Jesus, sum doyði í syndarans stað, ein Frelsari fyri hitt falna, kom, sig hana aftur í dag! Niðurlag: Ein undurfull, undurfull søga, hitt besta, eg hoyra kann fá! Uppi har allar ævir eg syngi tað glaður, tá eg Harrans ásjón skal sjá. Hann kom av teim himmalsku hæddum, og blóð hans á krossinum rann, at keypa mær æviga frelsu, á ja, og har frelsu eg fann! Tín miskunn sum streymurin flýtur, ei metast kann kærleiki tín, nóg mikið er ævigt tín náði, tín frelsa, hon røkkur til mín! Charles Gabriel (Amer.), ( Danielsen týddi). Av øllum størstur Jesus er á jørð, í Himli við; hann eina hvíld í hjartað ber, hann eina gevur frið. Niðurlag: Ja, Jesu navn er dýrabart, bert tað ger myrkur ljóst; við Jesu navni frið tú fært í særda, tyngda bróst. Mín vón, á Jesus, er títt navn, ja, frelsu gevur tú, tí veika ert tú hvíldarhavn, har er mín friður nú. Á, hevði mong ein sál sær vent til hesa lívsins flóð! Á, hevði mangt eitt hjarta kent títt dýrabara blóð! ( Danielsen týddi). Jesu dýrabara navn, ljósi frelsumorgunroði, lívsins heiti kærleikslogi, trygga, stilla sálarhavn, trúarálit, sigursmerki, vónarinnar fasta grund, ljós í myrkri, skansi sterki, lív í deyðans tungu stund! Jesus, Sonur Guds ert tú! Blóð títt mína sál ger reina, tú mítt lív, mín kraft ert eina, gleði, ljós og songur nú; tú hvønn ein í favn vilt taka, grøða djúpu syndasár á tann skatt, tær sálir vraka, sum teg havna ár um ár! Jesus, Harri, fyri tær boygt til síðst hvørt knæ skal verða, brúður tína skalt tú bera heim, har sælu, frið hon fær! Kærleiki tín, Jesus vinnur alla hjartans djúpu frykt, har vár sál nú hvílu finnur, til hjá tær vit hvíla trygt. Brorson (Danm.), ( Danielsen týddi). Mær nýtst Jesus! Ta trongd viðgangi eg; ei slíkan vin eg fann á myrkum veg. Mær nýtst Jesus! Ta trongd eg dylji ei; lat onnur velja sína leið, men mær nýtst Jesus! Niðurlag: Mær nýtst Jesus, mær nýtst Jesus! Mær nýtst Jesus hvønn ein dag, bæði tá ið sólskin er, og tá náttin ræðslu ber, hvønn ein dag á hvørjum stað ja, mær nýtst Jesus! Mær nýtst Jesus! Mær nýtst ein vin sum hann, ið gjøgnum storm og grunnbrot frelsa kann; mær nýtst Jesus, tá álop Satan ger; aleina, tap í hondum er, so mær nýtst Jesus. Mær nýtst Jesus til lívsins síðstu stund; hann fekk mítt ja úr hjartans djúpu grund. Mær nýtst Jesus! Eg aldri, aldri fann so trúgvan, eyman vin sum hann ja, mær nýtst Jesus! George Webster. ( Danielsen týddi). Andlit Jesusar at síggja, á, hvør gleði verður tað hann í skýggjunum at hitta, har hann kemur skjótt ein dag. Niðurlag: Ásjón hans eg skjótt skal síggja oman fyri stjørnurnar. Andlit tá til andlit skoða hann í allar ævirnar. Skuggar millum okkum koma, nú bert kámt eg hómi hann. Men ein sælur dagur kemur, tá eg klárt hann síggja kann. Á, hvør frøi nær hjá honum fyri særd og byrðað bróst. Sløtt tá verður illgongd gøta, alt hitt myrka verður ljóst. Tá eg Frelsaran skal síggja, andlit hans eg kenna skal, við hans lið, sum her meg elskar, heim í dýrd hann leiðir væl. Carrie Breck (Amer.), ( Zachariassen týddi). Á Jesus, títt navn er eitt virki, eitt skýli hin sorgtunga dag, í deyða ein bjargandi styrki á, visti øll verðin bert tað! Títt navn er ein salva, sum grøðir mítt hjarta, so fátækt og sært, tað leskar, tá lívið meg møðir, og styðjar, tá stríðið er hart. Á Jesus, títt navn mær í sinni sum krystal lat skyggja hvønn dag! Við tí kveikist gleðin har inni, burt ófrið og kvøl rekur tað; í trygd skal tað navnið meg bera um land og um brúsandi sjó; í tí bert eg sterkur kann vera og doyggi eg, livi eg tó. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Eg gevi meg í Jesu favn, har sál mín best kann hvíla; tín favnur er mín hvíldarhavn, tá lívsins stormar ýla. Niðurlag: Eg má teg, Jesus, elska nú, tí eingin góður er sum tú, sum tú, sum tú, nei, eingin er sum tú! Mín sál, hon kann ei mettast her av tí, sum verðin gevur; tað, sum frá tínum Himli er, tað eina virði hevur. Kom, Jesus, nú í hjartað inn, so fyllist tað við gleði, og gev mær meir títt egna sinn í náði dag frá degi! Óli Reinert, Eg gleði fekk í sorgum, mót pínu balsam fann; ein undurfullur morgun mær upp í myrkri rann; við hvørja beiska keldu var heilsubótargrein, og við hvørt tár, eg feldi, stóð fyrijáttan ein. Eg fann eitt hosianna, har fyrr stóð sorgin bleik, og eigi himmalskt manna, um Eskols vínber sveik; á turru, oydnu heiðum fleyt vatn úr keldu mær; á lívsins tungu leiðum eg fann eitt Elim nær. Eitt Elim, stilt og svalligt, eitt kelduspring so søtt, er heimsins andlit kaldligt, og hjartað tungt og møtt; ja, yvir sorgarvegi ein ælabogi steig, eitt boð frá sæludegi so nær, tó náddur ei. Við tær á lívsins vegi, á Jesus, balsam er! Ja, signing, song og gleði og sólskin navn títt ber; í ótta trygd tú gevur, tí veika Elim varð; tú grátin stillað hevur tú alt ert vorðin mær. Jane Crewdson (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hitt fagrasta í heiminum, mær opinberað varð, er Kongurin, sum fyri meg ta hvøssu krúnu bar. Frá teirri stund mítt eyga blint varð latið upp at sjá, var hann hvønn dag og hvørja stund hitt dýrasta, eg sá. Tann kærleiki, hon vitnar um, hin krúna, ið hann ber, í ævir stígur upp um alt, eg sá og kendi her. Hvat onkuntíð eg havi átt, nú einki eigi eg; nei, tú, sum kransin hvassa bart, eg eigi eina teg! Tú lívsins sól, tú beindi burt øll deyðans myrku skýggj! Tí lýsir mær hvønn lívsins dag nú kærleikssólin nýggj. Alt fagurt her í heiminum, tað dárar meg nú ei; eg síggi teg og eina teg, tú ljós á lívsins leið! Levinsen (Danm.), d. ( Danielsen týddi). Á krossi Jesus deyðan leið, sum offur gav hann seg; tí synd og skuld og deyði kann ei ævigt fella meg. Niðurlag: Eg gloymi ei, eg gloymi ei, meg Jesus elskaði og gav sítt blóð á krossinum til frelsu fyri meg. Tað gleðir meg, hann eyðmjúkt tók alt háð í mín stað har og einsligur á krossinum í myrkrið søktur varð. Tað gleðir meg, hann doyr ei meir; hann leið bert eina ferð, og nú í høgu dýrdini hann heiðurskrúnu ber. Tað gleðir meg í veikleika og stríði, sorg og neyð, at lyftini hann halda vil og aldri svíkja tey. Tað gleðir meg, hann koma skal og taka meg til sín, til heimið, hann mær lovaði, til Faðir sín og mín. Í hesum myrka heimi vil eg royna liva so, at alt mítt lív um kærleik hans skal bera øðrum boð. Og skjótt í dýrd hans uppi har eg honum líkur skal í hvítum búna syngja hátt um hann, meg leiddi væl. William Sloan, ( Danielsen týddi). Mín góði Jesus, ver tú hjá mær! Eg kann ei uttan teg liva; hin sanni friður, hann er hjá tær, har sálin ei er í iva. Á slíkum grundum eg ei vil standa, sum ikki halda í deyðans vanda, men Jesus aldri svíkja vil. Tann mann, ið Jesusi fylgir her, vil verðin onga tíð fata, hon heldur, slíkt bert ein villa er, hon altíð Gud hevur hatað; men nær hjá sínum vil Jesus vera og gjøgnum mótstøðu væl tey bera, um bert tey líta heilt á hann. Nú vil eg takka tær, góði Gud, at tú mær gavst tína náði! Tín sæli friður fall mær í lut, ei nokk eg takkað tær fái; tað er so gott, Gud, títt barn at vera, ei fatast kann tað, tú vildi gera: At ofra Sonin fyri meg! Mín góði Jesus, ver tú hjá mær! Tí so kann einki meg skaða; til hvíldar leggi eg meg hjá tær, ei nakað burt meg kann draga. Mín sál skal gleðast í tínum favni og prísa hátt tínum stóra navni, ta stund eg livi foldum á. Óli Reinert, Eg í myrkri og ljósi við Jesusi gekk gjøgnum skiftandi tíðirnar her; men tá myrkast var, sál mín ta troystina fekk: Enn sum áður hann trúfastur er! Niðurlag: Hvør ein gleði og troyst, ja, hvør undurfull troyst, ið er mín, tá bert Jesus meg ber! Skiftist um síðan alt! Sál mín, syngja tú skalt: Enn sum áður hann trúfastur er! Eg á einsligum vegi við Jesusi fór á, so tunglig var mangan mín ferð! Men eg átti ta uggan, tá neyðin var stór: Enn sum áður hann trúfastur er! Eg við Jesusi fylgdist um sorganna dal og um fjøllini, dimlig og ber; men hitt orðið mær fylgdi, meg troystaði væl: Enn sum áður hann trúfastur er! Eg við Jesusi gekk, tá ið alt var so ljóst, tá ið smílandi var henda verð; onga gleði sum hesa tó kendi mítt bróst: Enn sum áður hann trúfastur er! Ja, við Jesusi ferðist eg glaður hvønn dag, og hans nærvera sælan meg ger; og skal deyðan eg smakka, meg bera skal tað: Enn sum áður hann trúfastur er! David Welander (Noreg), ( Danielsen týddi). Dýrasta navn, ið á fold talað er: Jesus, Jesus! Hvørjum, sum trýr, hetta navn frelsu ber: Jesus, Jesus! Tað hevur lýst mær á myrkastu nátt, um alla gleði upp stígur tað hátt troystin í deyða, í lívi alt gott: Jesus, Jesus! Tá ið eg hvíldi mítt høvur so møtt Jesus, Jesus! Lívgaði sál mína navnið so søtt: Jesus, Jesus! Tá varð tað smátt, alt, ið fyrr tyktist stórt, tá varð tað lítið, alt, eg hevði gjørt, tá var mín trygd, at tú ei frá mær fórt, Jesus, Jesus! Villandi óljóð úr heiminum har Jesus, Jesus! Minni úr farnari tíð koma nær Jesus, Jesus! Tá ið mítt hjarta er veikt, og mítt sinn leitar til tín, á mín Frelsari, inn, kom mær tá nær, meg við troyst tíni finn, Jesus, Jesus! Teska við meg, tá eg sovni á nátt, Jesus, Jesus! Teska títt navn, og tá verður alt gott, Jesus, Jesus! Navn títt burt reka alt ilt frá mær skal, tað skal mær fylgja um deyðskuggans dal, í tínum navni trygt hvíla eg skal, Jesus, Jesus! Hjalmar Hansen (Noreg), ( Danielsen týddi). Eingin skilir teg sum Jesus, hann ei samanberast kann. Hitt hann við Guds náðitrónu, eftir tær har bíðar hann. Niðurlag: Eingin skilir teg sum Jesus, um í sorg tín dagur svann. Eingin er so nær hjá tær sum Jesus, kasta tína sorg á hann. Eingin skilir teg sum Jesus, kennir tínar pínur, tár. Rørdur sína troyst hann teskar, grøðir hjartasorg og sár. Eingin skilir teg sum Jesus, tá hin óndi álop ger. Fell tó ei í fátt, á, vinur, Jesus altíð trúgvur er. Eingin skilir teg sum Jesus, tá av leið tín fótur var. Um tú hevur sært hans hjarta, vil hann fyrigeva tær. John Peterson. ( Zachariassen týddi). Tú kemur, Jesus, til mín inn, og sólin skínur tá, tá verður lætt mítt tyngda sinn, og suffið tagna má! Tú kemur, sum ta fyrstu stund, tá eg fekk síggja teg; tá verður stilt í hjartans grund, ei ivin pínir meg. Tú kemur; og so opnast má tað fongsil, har eg sat; har fyrr eg fall, eg standi tá, og smílist har eg græt. Tú kemur; og tín hvíla blíð, hon kemur inn við tær; og friður er, har fyrr var stríð, og tøkk, har tøgn fyrr var. Tú kemur; og so er alt gloymt og ljós á míni ferð, og meir enn tað, eg havi droymt, tín náði við sær ber. Tú kemur, Jesus, skjótt ein dag og tekur meg til tín, og inn í tín hin gylta stað fer loysti andi mín. Madsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Í middagshita møddur her til krossin flýggi eg; sum einki annað stað tað er eitt skýli fyri meg. Við krossin upp ein kelda rann út yvir turran veg, og eingin onnur kelda kann sum henda lívga meg. Eitt hvíldarstað so søtt er, har sum stríðið tyngdi teg; mín Harri, har tú dripin varð, er lívið fyri meg! Á jørð ein gestur við tín kross mín bústað reisi eg; á foldum einki annað pláss eitt heim er fyri meg. Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Frið, fullan frið við teg, á Gud, hvør sæla er ei tað! Eg, sum var fyrr ein fíggindi, eg eri barn í dag, Í míni gerð og av náttúr so langt frá tær eg stóð, men nú av náði eri nær ígjøgnum Kristi blóð. Tað blóð, tað tók meg nær til tín, ei nærri hugsast kann; í Soni tínum eri eg og líka nær sum hann. Ófatandi er fyri mær, á Gud, tín kærleiki! So kærur, Sonur tín tær er, so kærur eri eg. Skal eg so syrgja, tá ið hann, ið hevur stríð mítt strítt, nú nátt og dag mín hirði er og sigur: Alt er títt! Catesby Paget. ( Danielsen týddi). Hvør hevur meiri grund at siga av hjarta takk og gleða seg enn vit, sum kenna og tilbiðja ein slíkan Harra, Gud, sum teg! Tí syngur hjarta okkara: Hav takk, á Gud, halleluja! Frá syndini vit eru tváað, í blóðinum vit eru loyst, Guds børn vit eru, og vit fáa hjá honum arv á stóra troyst! Tí syngur hjarta okkara: Hav takk á Gud, halleluja! Kann nakar vera meiri tryggur, at einki honum skaða ger, enn hann, sum seint og tíðliga liggur í Harrans hond og barn hans er! Tí syngur hjarta okkara: Hav takk, á Gud, halleluja! Ta dýrd, sum eingin kennir slíka, vit skulu skjótt í Himli sjá, vit eiga framtíð, stóra, ríka, og skulu vit ei gleðast tá! Tí syngur hjarta okkara: Hav takk, á Gud, halleluja! Tá Jesus kemur á tann lukka! Vit skulu sum hans brúður stá, ei troyttast meir, ei syrgja, sukka, hans ásjón glað vit skulu sjá. Tí syngur hjarta okkara: Hav takk, á Gud, halleluja! So, vinir, latið okkum fylgja og tæna honum, hvat enn brast, og tá ið brýtur sorgarbylgja, bert standa still og trúgva fast! Tí syngur hjarta okkara: Hav takk, á Gud, halleluja! Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Tryggur í Jesu ørmum og við hans eyma bróst, har finnur sál mín hvílu, har verður myrkur ljóst; har eg ein sælan forsmakk fá av tí gleði kann, sum eg har fult skal njóta, tá ið eg síggi hann. Tryggur í Jesu ørmum, fríur frá tungu sorg, tærandi stríð og stúran náa meg ei í tí borg; ivi og ræðsla svinna, grødd verða djúpu sár bert nakrar fleiri royndir, bert nøkur fleiri tár. Jesus, mítt skjól, mín verja, Jesus, sum frelsti meg! Á tær, tú klettur fasti, tryggur nú byggi eg, her vil eg tolin bíða, náttin skjótt liðin er, bíða, til morgunstjørnan boð mær av degi ber. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). So eymur hann meg søkti, sum troyttur sjúkur var, og meg á sínum herðum í seyðahúsið bar; og einglar sungu tá um hann, sum vilsta lambið aftur fann. Niðurlag: Á tann náð, ið fann meg, á tað blóð, ið vann meg, á tann kærleiki, ið heim meg bar, stóri kærleiki, ið heim meg bar! Hann tók meg falnan, slignan, í sár læt olju, vín, hann gav mær hesa vissu: Eg fann teg, tú ert mín! Eg hoyrdi aldri orð so blíð, í hvíld tey vendu sorg og stríð. Hann merkini mær vísti: Í mín stað blóð hans rann, ta hvøssu skemdarkrúnu teir settu upp á hann; hvat sá, hvat sá hann tó í mær, at slíka skomm og kvøl hann bar! Eg siti við hans føtur, hans andlit lýsir mær; og undrandi eg minnist, hvør stór hans náði var. Nei, ævin øll er ei nóg long at veita honum takkarsong! William Spencer Walton (Amer.), øld. ( Danielsen týddi). Tann Harri Jesus mín hirði er, mín hirði er, mín hirði er; sín seyð hann aftur á herðum ber, tá burt av haga teir fara. Og alt, mær tørvar, hann gevur mær, tær fríðu fløtur og dalar, har ið keldan rennur, og hann er nær og hann skal fullvæl meg varða. Við lívsins vatni hann leskar meg, hann leskar meg, hann leskar meg; hann leiddi meg inn á rættferðveg og alt mítt besta vil gera. Eg ræðist ei, um eg fara skal ígjøgnum deyðans hin dapra dal; tí hann er við mær, eg veit tað væl, og troyst hans lyfti mær bera. Og borðreitt hevur hann fyri mær, ja, fyri mær, ja, fyri mær; hvønn fígginda hann til jarðar slær, hann hevur krýnt meg við náði. Og steyp mítt ov fult við gleði er, bert gott og miskunn mær fylgir her; og ferð mín heim til hans Himmal ber, og har ein bústað eg fái. Marius Absalonsen, f. Eg fann ein vin, á hvønn ein vin! Eg ikki fyrr hann kendi; við kærleiksbondum dró hann meg og so til sín mær vendi. Og nú hjá honum heldur mær hans hond, sum øllum ræður, eg eri hans, og hann er mín í ævir og í ævir. Eg fann ein vin, á hvønn ein vin! Hann doyði og eg livi; at frelsa meg úr deyða hann seg sjálvan hevur givið. Tí vil eg einki kalla mítt, nei, hans tað alt skal vera, mín mátt, mítt verk, mítt lív, mítt alt eg vil sum offur bera. Eg fann ein vin, á hvønn ein vin! Hans er alt vald, øll megi; hann frelsti, og hann leiða vil á øllum lívsins vegi. Meg veittrar dýrdin æviga. Og tí um eitt bert ræður: At vakja, virka, vinna nú og hvíla so í ævir. Eg fann ein vin, á, hvønn ein vin, so góðan, eyman, sannan, eitt forsvar sterkt, ein leiðara, ein vin sum ongan annan! Hvat vald kann ríva meg út úr tí hond, sum øllum ræður! Skal deyði, lív, skal Helviti! Nei, hann er mín í ævir! James Small (Skotl.), ( Danielsen týddi). Hvør søt var Jesu eyma rødd: Kom, frið eg veiti tær! Kom, troytti, byrðina legg av og hvíl teg her hjá mær! Eg kom til Jesus, sum eg var so sjúkan hann meg fann í honum fann eg hvíld og frið, meg glaðan gjørdi hann. Hvør søt var Jesu eyma rødd: Hygg, lívsins vatn er her! Tú tysti, drekk og fá í dag tað lív, sum ævigt er! Eg kom til Jesus, og eg drakk av kelduni, har rann; brátt tostin sløktist, og mín sál í honum lívið fann. Hvør søt var Jesu eyma rødd: Ljós heimsins eri eg; kom, hygg á meg, og ljós tá er á øllum tínum veg! Eg hugdi á hann, og eg fann í honum ljós og stav; eg í tí ljósi ganga vil til lívsins stríð er av. Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Eg livi og veit, at sál mín er grødd, at dómur ei á meg skal falla; eg livi og bíði tí kallandi rødd, sum fremmandur fuglur er sál mín her stødd, til Faðirin barn sítt vil kalla. Eg doyggi og veit, tað vinningur er, at hvílan hin sæla er funnin, at endað er lívsins hin troyttandi ferð, at seinasta royndin er útstaðin her, og ævigi sigurin vunnin. Eg fari og veit, hvar ferðin meg ber: Til Faðirsins æviga ríki, til heimið, sum Jesus til reiðar mær ger, til landið, har aldri við sorg sum her frá vinunum burtur eg víki. Eg livi og veit, at doyggi eg, skal til lívið eg upp aftur standa; eg fari til vinin, eg kenni so væl hví er ei mín sál meiri frí og sæl, hvønn dag enn á fold eg skal anda! Ingemann (Danm.), ( Danielsen týddi). Mítt hjarta hvílir, á mín Gud! Eg takka, prísa má; mín sál er við tað kelduspring, sum lívið flýtur frá. Nú tú aleina fylla skalt ta sál, tú skapti tær; tí heimsins vøtn eg havi roynt, og einki lív var har. Tað lívsins vatn, eg havi søkt, hvønn dag tað flýtur her; tann kærleiki, meg fylla kann, hjá tær, á Harri, er! Og tí ein nýggjur songur er í munnin lagdur mær; takk fyri tað, tú her mær gavst, og tað, mær bíðar har! Anna Waring (Ongl.), f. ( Danielsen týddi). Eg veit ein veg, sum er so trongur, ein tungan, smalan táraveg, men eftir vegnum hoyri eg, tað ljóðar tó ein trúarsongur; tað er tann leið, eitt gudsbarn fer ígjøgnum stríð og møði her at vinna lívsins krúnu. Eg veit ein vin, sum til mín smílir, tá vandi hóttir meg og neyð; hann svíkur ei í lív og deyð, mín sál í trongd við bróst hans hvílir ein vin, í sorgum fullroyndan, ein vin, av øllum fagrastan, ein vin, sum aldri svíkur. Eg veit ein dag, eg boð skal fáa um hvílu eftir dagsins stríð; tá endar heimsins vetrartíð, eitt ljóst og ævigt vár skal ráða; og rósan blómar fagurt har, sum her av frosti bitin var, sítt fangahús hon sprongdi. Eg veit eitt heim, har barnaskarin úr øllum ættum savnast skal inn í hin ljósa Himmalsal, har Kristus undan teim er farin; har vinur vin skal aftur sjá, ein gleðihátíð verður tá, sum aldri, aldri endar. Melchior Falk Gjertsen (Noreg), ( Danielsen týddi). D-fis. Sorg undan gleði, hjálp eftir neyð, ljós eftir myrkur, lív eftir deyð, frið eftir ófrið, trúgv undan sjón, hvíld eftir møði lívsæla vón! Niðurlag: Jesus er lívið, ljós mítt er hann, leiða meg trygt, tað hann eina kann; heim til Guds ríki vegurin ber, Harran at síggja, so sum hann er. Leiðin var trong, tú fyri meg gekk, í tínum sárum frelsu eg fekk; synd mín og straff mín lógu á tær, tú gjøgnum deyðan bjargaði mær! Hatar meg verðin, hvat ger so tað! Skjótt kemur boð úr Himmalsins stað: Kom til tað heim, eg bygt havi her, kom, tú, sum syrgir, troystaður verð! Trúgvan at vera læri tú meg, so eg við gleði síggja kann teg! Stutt tíð at bíða kanska í dag síggja eg skal hin æviga stað. Frances Havergal (Ongl.), (Jákup Olsen týddi). Hvat ger tað, um eg skal lítið eiga av teim ognum, verðin stríðist við, tá ið Gud mær gøtuna vil greiða, og mítt hjarta fær frá honum frið! Tað ger ei so mikið, hvat ið hendir her í lívsins stuttu royndartíð, tá mítt navn í Himli skrivað stendur, og eg stríða kann hitt góða stríð. Um eg sveitta skal í sólarhita, ella kuldin bítur, hvat ger tað! Skjótt eg skal í frið og gleði sita við Guds borð hin langa, ljósa dag. Á, hvat ger tað, um tað navn, eg beri, nógv er ært av monnum ella ei! Fegin eg við tær vanvirdur eri, tú, sum fyri meg gekst deyðans leið. Hvat ger tað, um eina eg skal fara lívsins torføru og trongu leið! Hann, ið ærir Gud, skal Gud skjótt æra, krúnuna fær hann, ið svíkur ei. Eftir tí, ið størst er, vil eg tráa, ikki tí, sum verðin kallar stórt; sanna løn skal eg í Himli fáa, er mítt lív til Harrans æru ført. ( Danielsen týddi). Bert ein dag hvør troyst í neyð og váða bert ein dag, bert eina stund í senn! Faðir mín, hann man jú øllum ráða hví skal eg, hans barn, tá óttast enn! Hann, sum faðirsinn og hjarta hevur, hvørja stund, hvønn dag, ja, við hvørt stig mær mín part av sorg og gleði gevur, ja, av hvíld og møði við. Og eg skal, tá hann mær nær vil vera, nýggja hjálp við nýggjum degi sjá, hvørs dags sorg og stúran hann vil bera, hann, sum eitur bæði Kraft og Ráð. Meg at verja nú og allar ævir, hesa umsorg ber hann jú á sær; styrki tín skal verða sum tín dagur, hetta lyfti gav hann mær. Hjálp mær hjartans ófrið tí at stilla bert við tínum lyftum, Faðir mín, og ei trúarhvíldina at spilla, sum mær gav títt orð og Andi tín! Sært tú meg í ivans hørðu bondum, kom til hjálpar tá og lær meg enn taka stilt av tínum faðirhondum eina stund, ein dag í senn! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Kann vera, ikki á fjalli hátt, ei stormandi havi á, kann vera, ikki í stríðnum fremst tú, Harri meg brúka má; men um á ein veg, sum eg kenni ei, meg kallar tín rødd so stilt, eg svari: Við hond míni tíni í eg fari, á Gud, hvar tú vilt! Niðurlag: Eg fari hvønn veg, ið tú vilt, á Gud, so tak meg og leið tú meg! Eg tali tey orð, ið tú vilt, á Gud, hvat tú, Harri, vilt, verði eg! Í dag eg kanska um kærleik tín við syndarar tala kann, eg kanska leiða kann heim eitt lamb, sum burt frá tær, Harri, rann! Á Frelsari, leiðir tú fót mín bert, er leiðin enn døpur nú, mín rødd skal bera tey boð so søt og tala, á Jesus, sum tú! Víst finst á foldum eitt lítið pláss, har eg henda stutta dag kann tæna honum, sum fyri meg læt lívið á krossins træ; eg líti meg í tína eymu hond, eg veit, at tú elskar meg, tak, ger meg til tað, sum tú, Harri, vilt, meg virka lat bert fyri teg! Mary Brown (Amer.) um ( Danielsen týddi). Hví manst tú so ofta spyrja, hví alt hetta henda má, hví tú hesa skál skalt drekka, hví tú hesa sorg skalt fá, hví teir hørðu, spísku tornir fjaldu seg hjá rósuni, og hví hesir hvøssu steinar liggja her á gøtuni? Spyr ei so! Tín Faðir veit tað, kennir alt, ið tørvar tær; prógv upp á hans faðirkærleik eyga títt so mangan sær, at tú aldri skuldi ivast um hans eyma hjartalag, enntá um hans faðirhendur geva tær so mangt eitt slag. Hann tær lovaði at fylgja alla lívsins trongu leið, hann teg lovaði at føra á tann veg, tú kennir ei, ja, hann lovaði at hjálpa, gjøgnum neyð at bera teg, og hann heldur tað, hann lovar, hann kann ikki nokta seg. Allir spurningar tá tagna, hvørt eitt hví tá leggur seg, leggur seg við Jesu føtur, har er skýli fyri teg, har er rúm til allar byrðar, syndir, sorgir, alt hjá tær, lívið og tess stríð og møði fer í annan búna har. Og um nakrar fáar dagar greitt og klárt tú alt skal sjá; Harrin kemur, Harrin kemur, trúgv við sjón skal býtast tá; inntil tá tú bert skalt minnast, hvussu alt enn vendir sær: Jesus elskar teg tað eina, er tað ikki nokk hjá tær? Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Sum ein heimleysur fuglur, sum skip uttan havn, var eg, Frelsari, burtur frá tær, men tín rødd hevur kallað meg inn í tín favn, og eg veit, har er rúm fyri mær. Niðurlag: Rúm fyri mær, Jesus, hjá tær, eitt stað við títt bróst fyri mær! Fuglurin nú har finnur sær bú og leitar sær skýli hjá tær. Eg sum dúvan í ørkini fann mær eitt skjól, og eg hvíli í náðini nú; tí er hjarta mítt glatt, og hin æviga sól, sum nú lýsir mær, Jesus, er tú! Nú í Jesusi hvíli eg, óttist ei meir, um enn sjógvarnir bróta kring meg; eg vil hyggja mót Himli, har dagur ei doyr, og vil syngja, á Jesus, um teg! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Sum eitt vrak á havsins bárum burt við streyminum eg rak, inntil eg í Jesu sárum fekk eitt ævigt fastatak. Niðurlag: Óttaleyst mítt skip er ankrað, tað kann ikki draga her, ankrað lið um lið við Jesus fagra havn! Mítt heim har er. Hoyr, sum stormarnir, teir ýla! Men teir saka ikki meg; eg við Jesu kross kann hvíla, á hans kærleik líti eg. Hjarta mítt er fult av gleði, songur fyllir mína sál, tøkk til hann á nátt og degi, tí hann tømdi mína skál. Her skal eg ei leingi vera, men í hinum vakra stað, har sum túsund tungur bera honum tøkk við gleðilag. Hvussu vakurt er har heima, tað kann eingin siga frá; eingin veit, hvat Gud man goyma teim, sum Son hans trúðu á. Johnson Oatman (Ongl.) (Marius Absalonsen týddi). Hví skal eg tó syrgja! Ein vinur jú er, sum legði á seg mína neyð, sum sorg mína á sínum hjarta nú ber, sum elskar í lívi og deyð. Hann hevur jú valt meg so arman, eg var, til ogn sína, skatt sín og lut ja, náðin, hon eina meg vardi hjá tær hvør kærleiki, Harri mín Gud! Eg veit, hann mær hjálpir, hvør trongdur eg stóð, hann er jú mín klettur, mín borg; tí um hann meg revsar, so uggar hann tó, í gleði umskiftist mín sorg. Hann er mær við síðu, tá neyðin er nær, hann hjálpir og troystar hvønn dag, og ríkið er mítt, sum hann lovaði mær, og ein dag eg síggja skal tað. Eg óttist ei meir fyri Helvitis makt, Gud Ísraels klettur mín er, ja, hann skal meg verja, tað hevur hann sagt, ei frá síni brúður hann fer. So ferðist eg trygt mót tí glitrandi stað, tó her eg mangt grunnbrotið sá, tí havnina stillu eg nái ein dag, og hvíluna har eg skal fá. Nils Frykman (Sv.), ( Danielsen týddi). Mót, á bróðir, snáva ikki, er enn bæði myrkt og bratt! Eyðmjúk sál eitt ljós skal síggja lít á Gud og ger so rætt! Veitst tú ei, hvønn veg tað gongur leiðin ósløtt, myrkrið tætt framá! Sterkur ella veikur: Lít á Gud og ger so rætt! Burt við falsi, burt við snildum, burt alt hált og tómt og lætt! Um í tapi, um í vinning, lít á Gud og ger so rætt! Lít ei partar á og flokkar, slíkt, sum ongum hevur batt, men í orðum og í verki lít á Gud og ger so rætt! Ikki lít á egnar lystir í ta grøv so mangur datt, ei á vøkur orð og siðir lít á Gud og ger so rætt! Svikleys ráð og vegur beinur, sálin sterk og hjartað lætt, stjørna bjørt á døprum leiðum: Lít á Gud, og ger so rætt! Hat frá summum, rós frá summum ansa ei, men stillur statt, doyggj frá manni, hygg mót Himli, lít á Gud og ger so rætt! Norman Macleod (Skotl.), ( Danielsen týddi). Á undurfullan, loyndan hátt Gud fremur alt sítt ráð, í ljós hann vendir myrku nátt og gongur bylgjum á. Í sínum djúpa vísdómsráð, sum ikki fatast kann, hann letur síni undur sjá, sín vilja virkar hann. Á tú Guds barn, ei óttist tú! Tey skýggj, tú ræðist so, eitt regn við signing goyma nú og bera friðarboð. Lít fast á Gud og døm hann ei, halt út og stillur ver! Tí tykist hann at siga nei, eitt ja tó eftir er. Tað barn, ið bíðar, síggja vil síns Faðirs hjartalag, og náttin vendist um eitt bil í ljósan, bjartan dag. Blind vantrúgv villir bert av leið og oyðileggur alt; Guds hond er mild, hans gøta greið, sum skjótt tú síggja skalt. William Cowper (Ongl.), ( Danielsen týddi). Jesus, Harri, loðsur ver! Villir sjógvar bróta her, ókent farvatn bíðar mær, boðar, íður eru har; kort og kumpass nýtst mær her, Jesus, Harri, loðsur ver! Eins og fyrr tú stormin bantst, so tú enn hann hótta kanst, akta teg má havið vilt, tá tú sigur: Tig, ver stilt! Ráð og Undur navn títt er; Jesus, Harri, loðsur ver! Tá mítt eyga landið sær, brimið villa ýlir nær millum meg og stillu havn, tak meg, Harri, tá í favn og sum barn títt ugga meg: Ræðst ei, loðsur eri eg! Edward Hopper (Amer.), ( Danielsen týddi). Ver tú hjá mær, nú náttin kemur á, og dagur dimmist, Harri, statt mær hjá! Tá onnur hjálp og troyst er langt frá mær, hjálp hinna hjálparleysu, ver tú nær! Hvønn tíma nýtist mær at síggja teg, hvør uttan tú kann sigra fyri meg! Hvør uttan tú er borg og skjól hjá mær! Í sólskini og toku ver tú nær! Tær lívsins stuttu stundir svinna brátt, og gleðin følnar, dagur verður nátt; umskifting allar staðir eygað sær, tú eina ei umskiftist ver tú nær! Eg óttist ei, tá tú mær stendur hjá, ei sorg meg kúgar, stríð meg troyttar tá; deyði, hvar er tín broddur, sigur tín! Jesus teg vann, og sigur hans er mín. Henry Lyte (Skotl.), ( Danielsen týddi). Í ungdómi stóð mær verðin so ljós og so lokkandi góð; til Harran bert sjáldan eg vendi mítt sinn, tí veikt var mítt hold, tá ið syndin slapp inn. Tey orð um Guds Son, um hans kross og hans deyð, so tóm hoyrdust tey. Men Gud stórur er, hann finnur væl veg til hvønn syndara her; hans náði er trúføst, hon gloymdi meg ei, hann fann meg til endan á villini leið, hann fann meg og bar meg úr vantrúnnar neyð, sum hirðin sín seyð. So er tað tá vist! Eg frið havi funnið í tær, Harri Krist! So tori eg trúgva, at Gud elskar meg, at Jesusar blóð mína synd tváaði; eg halli meg at tær, eg leggist á knæ við Golgata træ. Fibiger (Danm.), ( Húsgarð týddi). Tá eg ta náði minnist, Gud, tú stroyddi á mín veg, her við tín fót í tøkk og prís og undran falli eg! Ótalda náði sendi tú, á Gud, á mína sál, tey ár, tá eg ei kendi teg, men verðin var mítt mál! Av sjúkum hevur tú meg reist, mær heilsu aftur veitt, og tá meg píndi synd og sorg, í ljós meg aftur leitt. Tín kærleiki, tín umsorg eym mín veg mær ljósan ger, hvørt ár eg kenni greiðari, tín signing á mær er. Alt lívið eg kunngera vil, mót mær tú góður var, og síðani í Himli skal eg betur takka tær. Ja, gjøgnum allar ævir har títt prís eg syngja vil; men, Harri, rætt at takka tær, ei ævin røkkur til! Joseph Addison (Ongl.), ( Danielsen týddi). G-d. Tað er so gott at elska Gud, lýða Gud, æra Gud, so gott at vera barn títt, Gud, og eiga teg til lut! Tá eg frá tær langt burtur stóð, tú gavst mær frið við Jesu blóð, synd mína fyrigavst tú mær á, sum tú góður var! Í Jesusi eg eigi frið, eigi frið, eigi frið, hann er mítt lív, mín rættvísi, nú og í ævir við; er trúgv mín veik, hann sterkur er, til hvíldar mína sál hann ber, eg eri sælur hvørja stund á orðsins føstu grund. Men um tað stormar runt um meg, runt um meg, runt um meg, í honum tryggur eri eg, hann kennir væl mín veg; um jørðin víkur út av leið, hans tróna stendur, vikast ei, hans harradømi stendur fast, um jørð og himmal brast. Og skjótt hann heim nú tekur meg, tekur meg, tekur meg, og honum líkur verði eg, eg fari trygt mín veg. Eitt stað eg eigi honum hjá, tað veit eg, tó eg ei tað sá, og gjøgnum allar ævir har eg prísi, Jesus, tær! ( Danielsen týddi). Byggir tú á tryggar grundir, fast á klettin Jesus Krist? Aldri skalt tú ganga undir, henda grund skal halda vist; har teg rakar einki ilt, húsið stendur fast og stilt, um so hav og vatnsflóð brúsar, um so villur stormur súsar. So kanst tú tá glaður vera, henda grundin stendur væl, men tað verk, ið tú manst gera, roynt og kannað verða skal; hvat tú byggir, væl síggj til, at tað eldin tola vil! Burt við tí, sum ei kann bera hitan, ið skal royndin vera! Royn at fáa tey, sum standa á tí svikafullu grund, til at flýggja burt úr vanda, meðan enn er náðistund, áðrenn stormur brestur á, vatnsflóð teirra hús skal ná, áðrenn Harrans tíð er endað, og hann vreiðidóm skal senda! Prísa Gudi tá, sum hevur upp úr avgrund drigið teg, stað á klettinum tær gevur, setti teg á sannleiksveg! Ansa Harrans boðum nú, Jesus Kristus minnist tú! Tú mást honum lýðin vera, Faðir tínum æru gera. ( Danielsen týddi). Hvør kærleiki mót syndarum av Gudi vístur er, at tað, sum var fortapt, fortapt, til síni børn hann ger! Niðurlag: Á, hvør stóran kærleika, hvønn kærleika vár Faðir víst mót okkum hevur, at vit, at vit skulu nú eiga hetta navn: Hans børn! Ei longur langt av leið, men nú ígjøgnum blóðið nær og fagnað í tí elskaða, vit eru Gudi kær. Nær Jesus kemur, er ei kent, og hvat vit verða tá, men at vit verða honum lík, og sum hann er hann sjá. Og tann, sum eigur hesa vón, hann reinsar sjálvan seg; men verðin kennir ei títt fólk, hon kennir ikki teg! Sullivan. ( Danielsen týddi). Ella: ( ). Ella: Klettur, klovin fyri meg! Fjaldur í tær eri eg; blóðið tað, sum frá tær rann, lív og rættvísi mær vann, lyfti mína byrði av, hjartafrið og hvíld mær gav. Harri, tú útvaldi meg, áður enn eg søkti teg! Tú ert øll mín rættvísi nú og allar ævir við; í tær tók meg Gud í favn, gav mær barnarætt og navn. Meðan enn eg andi her, tá mín dagur liðin er, tá eg sæla land skal ná, teg á trónuni skal sjá klettur, tú sum klovin varð, sæla eina er í tær! Augustus Toplady (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hvíl teg í Gudi, dýrtkeypta sál! Jesus teg brátt skal føra á mál; alt kanst í trúgv tú leggja á hann, sum fyri teg á krossinum vann. Niðurlag: Legg alt á Jesus, ger tað í trúgv, høgt á tí kletti festi tú búgv! Lít bert á Harran! Hann er títt skjól; vera tær skal hann skjøldur og sól. Her undir lívsins órógv og stríð, freistaður veikur, tíð eftir tíð, kletturin, Jesus, vikast tó ei, aldri vil Jesus svíkja teg, nei. Stúran og ótta, órógv og neyð, ger tú við tað, sum Harrin tær beyð: Ber ongar byrðar, legg tær á hann! Jesus í øllum hjálpa tær kann. Gleð teg í Gudi, hvíl teg í frið! Harrin er sjálvur við tína lið, Harrin tær gevur, fyll tína sál! Hann vil tær skeinkja fullasta mál. Fanny Crosby (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Harrin hjálpir! syngur Dávid; hetta vil eg syngja, tá móti mær úr øllum ættum fíggindarnir herja á; Harrin hjálpir, Harrin hjálpir, tað mín sál skal syngja tá. Harrin hjálpir allar dagar, bæði gjøgnum stórt og smátt, fyrigevur syndir mínar, verjir meg og ger mær gott; Harrin hjálpir, Harrin hjálpir bæði gjøgnum stórt og smátt. Harrin hjálpir øllum, øllum, sum bert líta á hans navn, elskar meiri enn ein móðir, fólk sítt tekur í sín favn; Harrin hjálpir, Harrin hjálpir, um vit líta á hans navn. Harrin hjálpir! Hoyr nú, sál mín, ver tú hjartans glað og fró, gloym nú alla lívsins møði, legg nú burt títt sorgarljóð! Harrin hjálpir, Harrin hjálpir sál mín, ver tí glað og fró! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Á Harra mín eg vónaði og tolin leit á hann, tá boygdi hann seg, og mítt róp hjá honum inngang fann. Úr djúpinum hann upp meg dró, úr díki botnleysum, og føst hann gjørdi míni fet á kletti ævigum. Ein song hann mær í munnin gav, og mong ein sál tað sá, hin nýggi songur dró tey nær at líta Harran á. Á, sælur er tann maður, sum á Harran lítur seg, ei fylgist við hugmóðigum, ei velur lygiveg! Á, lat tey fegnast, gleðast øll og gera navn títt høgt, sum tína frelsu elskaðu og Harran hava søkt! John Hopkins. ( Danielsen týddi). So fremmand tey mær tyktust, tey góðu gleðiboð, tá fyrst tey til mín komu, eg spurdi: Er tað so? Eg kendi, henda søga mítt hjarta gjørdi lætt, um Jesu deyð og uppreisn; men var tað, var tað satt? Niðurlag: Eg elskaði at hoyra og lesa alt um hann, sum doyði her á krossi, men grøv og deyða vann. Og tá ið eg av nýggjum so mangan hoyrdi tað um, hvussu Jesus fylgist við sínum enn í dag, og hoyrir teirra bønir og gevur teimum frið, tá suffaði mítt hjarta: Á, kendi eg hann við! Tann rødd, ið sál mín hoyrdi, hvør eym, hvør søt hon var: Tú troytti, hjartabrotni, kom, halla tær at mær! Og allar hjartans hurðar, vítt upp tær lótu seg: Kom inn, tú lívsins Harri, og lat meg kenna teg! Og fulla vissu gav mær hin Andans sterka rødd, sum talar so um Jesus, at frið fær sálin mødd. Nú er hin gamla søga, sum eitt sinn fremmand var, ein vitnað, grundføst sannan við Anda Guds í mær. Niðurlag: Á Frelsari og Harri, hitt orð, hitt orð um teg av vónloysi og deyða til lívið reisti meg! Kirk (Ongl.). ( Danielsen týddi). Hvør mettar uttan tú, á Gud, á lívsins veg! Og tornar hvør ein kelda her, so eiga vit tó teg. Várt sinn tú festir nú við tað, sum trúgvin sær; og hví skal fólk títt hindrast tá av tí, sum enda fær! Gud gevur bert sum Gud, tað gloyma vit so skjótt; men verður eygað vent á hann, tá lætnar hjartað møtt. Og sum títt loysta fólk vár styrki harí er, at gjøgnum blóðið sita vit í Himli longu her. Ígjøgnum hetta blóð vit eiga, Gud, tín frið, tín stóra faðirkærleika og arvin, ríkið við! ( Danielsen týddi). Eg einaferð kendi ei náði, ei Gud, eg sá ei mín vanda, mín framtíðarlut; tó ámintur mangan um Kristus eg varð, var Harrin vár rættvísi einki hjá mær. Eg græt sum Jerúsalems døtur um hann, tá hermenn hann slóu, tá blóðið hans rann; ei skilti eg, mína synd var tað, hann bar, tí Harrin vár rættvísi einki mær var. Tá Harrin so vakti meg, sá eg bert lóg, eg skalv fyri deyða, tí dømdur eg stóð, ei vón var, ei bjarging at finna í mær, og Harrin vár rættvísi ókendur var. Men ræðslan svann burtur, mín sál kom í havn, eg lærdi at kenna hans signaða navn, sum kom her og krossfestur fyri meg varð, og Harrin vár rættvísi alt nú er mær. Og skal eg enn ferðast um deyðskuggans dal, er Harrin mín hirði og leiðir meg væl; og hvussu og nær hann meg tekur til sín, er Harrin vár rættvísi lovsongur mín. Robert M'Cheyne (Skotl.), ( Danielsen týddi). Guds kærleiki meg undra má, sum niður til mín røkk, tá djúpt í syndini eg lá, og altíð longur søkk. Niðurlag: Á, tað var eitt undur stórt, sum ikki fatast kann! Guds Sonur gav sítt egna lív og okkum lívið vann. Í syndatænastu eg var og neyt ta løn, hon beyð; men sjálvur Gud, hann sigur mær, at syndin føðir deyð. Eg hoyrdi um Guds kærleika og bert vanvirdi hann; men so ein dag eg fekk at sjá ein naglamerktan mann. Og tá ið eg bar eyga við hin tornakrýnda mann, tá fekk eg ævigt lív og frið við trúgv, við trúgv á hann. Tú frelsti, syng tað víða hvar, har deyðin valdar enn, at Jesus heimsins syndir bar og frelsir falnar menn! Marius Absalonsen, f. Ella: Eg veit eitt skjól, eitt virki, eitt torn, sum stendur fast, tá mannaráð og styrki sum sápubløðra brast, eg veit, hvat ei kann vikna, eg veit, hvat heldur á, tá allir vísmenn blikna, ei sterkir vita ráð. Tað er hin klettur tryggi, sum vinnur vald og list, tann grund, sum á eg byggi tað er mín Harri Krist; mín skuld á hann er kastað, mín byrði fallin av, hann er mín stjørna fasta um tankans villa hav. Hann, sum í grøv varð lagdur, men upp við heiður stóð, av Harrans Anda vaktur og deyðans veldi sló, synd mína fyrigevur, úr fongsli loysti meg, við náði krýnt meg hevur og leitt á lívsins veg. Eg veit eitt skjól, eitt virki, eitt torn, sum stendur fast, tá mannaráð og styrki sum sápubløðra brast; ei lív og ikki deyði frá mær kann taka tað, sum tín blóðstreymur reyði mær hevur keypt hin dag. Arndt (Týskl.), ( Danielsen týddi). Ella: Klettar og berg skulu einaferð víkja, fjøll skulu vikast, og heyggjarnir við; aldri mín náði og miskunn skal svíkja, friðarsátt mín skal ei vikast eitt stig. Á henda klettin, á orðið hitt fasta, talað av honum, ið ævigur er, havi eg byrðar og skuld mína kastað, bjargaður væl inn um boðar og sker. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Guds stóri, ríki kærleiki, hann fløðir fram, hann fløðir fram; hann leingi var mær ókendur, hann fløðir fram, hann fløðir fram. Guds kærleiki mítt hjarta vann, tá fyrst eg fekk at síggja hann; tí lív og frið eg harí fann, hann fløðir fram, hann fløðir fram. Niðurlag: Hann fløðir fram, hann fløðir fram, Guds kærleiki, hann fløðir fram; har síggi eg hann, sum hann er, hann fløðir fram, hann fløðir fram. Hann grøðir hvørja sorg og sút, hann fløðir fram, hann fløðir fram, og loysir meg úr leinkjum út, hann fløðir fram, hann fløðir fram; har vísir faðirhjartað seg og barnaálit lærir meg; hvørt ár, ið gongur, ríkari hann fløðir fram, hann fløðir fram. Guds kærleika eg livi í, hann fløðir fram, hann fløðir fram; hann elskar nú og alla tíð, hann fløðir fram, hann fløðir fram; ei ódnin hørð, ei bylgjan há kann Jesusi meg skilja frá; hans kærleiki, eg líti á, hann fløðir fram, hann fløðir fram. Arthur Playle (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eingin so kann síni varða, sum vár Gud sín barnaskara; ei so trygg er stjørnan bjarta, barnið ei við móðurhjarta. Harrin hátt á Zions fjøllum bjargar sínum smáu øllum, vil teim miskunnsamur vera, tey á faðirørmum bera. Eingin lukka, eingin vandi slítur sundur barnabandið; hesin vinur meir enn aðrir veit, hvat okkum tyngir, særir. Hann hvørt hár á høvdi kennir, sær hvørt tár av eyga rennur, okkum føðir, okkum klæðir, hjálpir, tá ið nakað bagir. Um hann tekur, um hann gevur, sama hjarta hann tó hevur, og hans mál er hetta eina, til várt besta alt at beina. Lítli flokkur, ver tí glaður! Jákups Gud er vaktarmaður; hann, sum eigur megi alla, fyri honum alt má falla. Tá so skeiðið her er runnið, málið nátt, og stríðið vunnið, Harrans rødd vil okkum kalla heim í sína gleði alla. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Ein vinur er, sum aldri svíkja kann meg, hans hjarta heitan kærleik til mín ber, tó hann so ofta vilstan, kaldan fann meg av øllum vinum hesin bestur er. Hann kallar meg sín vin, sín egna bróður, og Jesus Kristus er hans dýra navn; hann elskar eymari enn nøkur móðir, og meg og mítt eg leggi í hans favn. Ja, mína sál bant synd og deyðin myrki, men meg úr fangabondum loysti tú; tú deyð og Satan vanst við himmalstyrki ver glað, mín sál, tín neyð er farin nú! Ja, Kristus sjálvur er mín rættferð blivin á trónuni har við Guds høgru hond; og aldri nakar úr hans hond er rivin, tí hvør kann sigra yvir Harrans Ond! Halleluja! eg nú kann glaður syngja; prís, æra, tøkk, á Jesus, veri tær! Til eg, har eingir skuggar longur tyngja, við øllum frelstum teg tilbiði har. Palmquist (Sv.), ( Danielsen týddi). Eg sigli fram yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja; tí kós, sum Jesus mær sjálvur gav, eg ynski trúgvur at fylgja; eg stevni fram mót teim ljósu londum, við lívsins træi á føgrum strondum, har altíð sól og summar er. Og stundum byrurin góður er, og nógvum øðrum eg fylgi, sum halda fram hesa somu ferð á lívsins ótryggu bylgju; og slætt er havið, og sólin smílir, langt burtur stríðið, og sálin hvílir; so føgur tykist ferðin tá. Men ofta eina á ódnarnátt eg tráandi mundi hyggja, tá villu sjógvarnir ýldu hátt, og eingin viti sást skyggja; men tá í mær eingin kraft er longur, á bylgjuhavinum Harrin gongur í síðstu, myrku náttarvakt. Tá síðsti stormurin tagnar her, og heimsins strond er at hóma, í ljósi glitrar ein onnur verð, ei henda oyðimørk tóma; og jaspismúrar og perlur skyggja, í glansi staðurin sæst at liggja, og songur tónar móti mær. Lat akker falla! Eg náddi havn farvæl, tú brúsandi bylgja! Eg trygt meg leggi í Jesu favn, hans, sum mær her vildi fylgja. Og kendar røddir meg blíðar kalla, sum akker míni so stilt nú falla við lívsins ljósu, føgru strond. Henry Tandberg (Noreg), ( Danielsen týddi). Á sæla stund, tá sálin mín fekk síggja, Jesus kærleik tín! Væl má mítt hjarta syngja hátt um teg, mín Harri, dag og nátt! Niðurlag: Sæla stund, sæla stund, tá Jesus doyði fyri meg! Hann pláss mítt tók í deyðanum, hann pláss mítt tók í dóminum; sæla stund, sæla stund, tá Jesus doyði fyri meg! Gjørt er hitt mikla kærleiksverk, og slitin deyðans leinkja sterk; tað gjørdi Gud til Faðir mín, hann dró meg sjálvur nær til sín. Her troytta hjartað friðin fann, her sálin særda hvíla kann; frá honum einki skilir meg, sum meg til deyðan elskaði. Eg syngi, Harri, nú um teg tann song, tú sjálvur lærdi meg, til eg við frelstum uttan tal hin nýggja songin syngja skal! Philip Doddridge (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð, av syndini tyngdur var eg; men stjørna upp steig á tí villini leið, til havnina leiddi hon meg. Niðurlag: Mítt akker er fallið í hvílunnar havn, ei meir út á havið tað ber; lat bylgjurnar slá! Tær meg ei kunnu ná í lívd av Guds kærleika her. Tann stjørnan var Jesus; hann vísti mær seg, og trúgvin greip orðið um hann; tá brustu øll bond, tí Guds orð og Guds ond av ótta og ivanum vann. Tí elskar mítt hjarta nú songin um hann, um Jesus, sum hvílu mær gav, sum bjargaði mær, tá í vanda eg var, og hótti hitt brúsandi hav. Hvør lívsælt at eiga ein hvíldarstað, har sum Jóhannes einaferð lá, við Jesusar bróst, inntil alt verður ljóst, til skjótt vit í skýnum hann sjá! Gilmour. ( Danielsen týddi). Mannaverk og ráð lat fara, alt tað, sum er einki vert, Gud forbjóði, at mín æra ei er Kristi krossur bert! Her mítt far væl bundið liggur: Kristi krossur fyri meg; um so alt forgongur, tryggur við hans kross tó eri eg. Her tann hjartafrið eg fái, sum ei fanst í heiminum; kærleiki og ómáld náði lýsa út frá krossinum; eina her eg vísur blívi, og her endar egið stríð, yvir deyða valdar lívið, trongda sálin andar frí. Kristi kærleiki nú fyllir hetta virðileysa bróst, andin friðleysur er stillur, krossurin her gjørdi ljóst; ikki mátast kann tín náði, kærleik tín, hvør fatar hann! Harri, meir í tær eg fái, enn mítt hjarta bera kann! Á, lat eingi boð meg bera uttan, Harri, bert um teg, á, lat hvørt mítt stig nú vera eftir tínum vísdómsveg! Lat so mannaverk alt fara, alt tað, sum er einki vert, Gud forbjóði, at mín æra ei er Kristi krossur bert. ( Danielsen týddi). Leingi slongdist mín bátur um villini hav, eg til síðst fann hjá Jesusi havn; hann talaði til mín og friðin mær gav, eg til síðst fann hjá Jesusi havn. Niðurlag: Til síðst, til síðst! Allur ivi er farin, og endað alt stríð; og hin byrði, eg bar, hon er burtur nú, tí eg til síðst fann hjá Jesusi havn. Við hin æviga klettin nú trygt liggi eg, eg til síðst fann hjá Jesusi havn; tó at bylgjurnar ýlandi bróta kring meg, eg til síðst fann hjá Jesusi havn. Ivi svann fyri trúgv, og hitt myrka varð ljóst, eg til síðst fann hjá Jesusi havn; og ein grundfastur friður nú fyllir mítt bróst. Eg til síðst fann hjá Jesusi havn. Størri verður mín friður hvønn dagin, sum fer; eg til síðst fann hjá Jesusi havn; tað er trúgvin, bert trúgvin, sum sælan meg ger; eg til síðst fann hjá Jesusi havn. Mrs. Morris (Amer.), ( Danielsen týddi). Eg kom til Jesus, troyttur, sjúkur við, hann hevur reinsað meg; hann hevur reinsað meg; hans kærleiki gav hjarta mínum frið, hann hevur reinsað meg. Niðurlag: Hann hevur reinsað meg, hann hevur reinsað meg og heldur mær á sínum veg, loysti mína skuldartyngdu sál, hann hevur reinsað meg. So tung tann byrði var, ið lá á mær, hann tók hana á seg; hann tók hana á seg; og meg og mítt, alt ber hann nú á sær, hann tók tað alt á seg. Og eingin dómur er nú fyri meg, tí Jesus dómin bar; tí Jesus dómin bar; ein fullan hjartafrið nú eigi eg, tí Jesus dómin bar. Margaret Harris. ( Danielsen týddi). Millum boðar og íður eg strandaður var á tí villu, tí ókendu strond, men tá vónleyst og myrkt alt sá út fyri mær, mín Frelsari rætti mær hond. Niðurlag: Ja, Jesus, hann rætti mær hond; ja, Jesus, hann rætti mær hond; á Golgata træ hann hekk í mín stað, ja, Jesus, hann rætti mær hond! Villar bylgjurnar brutu um bátin hjá mær, eingin hjálp var frá landi at sjá; men tá vandin var mestur, var Jesus mær nær og rætti mær hondina tá. Tá ið báturin brotin í briminum lá, eingin glotti í myrkrinum var, bert at líta á navn sítt hann lærdi meg tá, og hondina rætti hann mær. Og um synd tín sum boðabrot reisist kring teg, og bert undirgang eyga títt sær, minst at ein fyri synd tína ofraði seg, hann rættir út hond móti tær! Og nú syngi eg, meðan eg ferðist avstað, um tann kærleik, sum loysir øll bond, og eg sigi ta søgu, sum hjørtu ger glað, um Jesus, sum rætti mær hond. French. ( Danielsen týddi). Alt, ið eg havi, av náði eg vann, Jesus tað gav, tá eg trúði á hann; sjálvrós stongt úti einki um meg eg eri ein frelstur syndari. Niðurlag: Eina ein frelstur syndari, eina ein frelstur syndari, tað bert eg sigi, og Gud eg tilbiði: Eg eri ein frelstur syndari. Eitt sinn ein dári, ein trælur av synd, viljin var rangur, og sálin var blind, Jesus meg søkti, Jesus fann meg eg eri ein frelstur syndari. Styrki var eingin, og tár frelstu ei, kærleiki fann meg á undirgangsleið, syndin meg ræddi, Gud ræddist eg í dag tó ein frelstur syndari. Gev einum hjarta, sum tiga ei kann, loyvi at siga frá tí, sum tað fann! Tað er mítt rós, og tað vitni eg: Eg eri ein frelstur syndari! James Gray, ( Danielsen týddi). Um dagin við mítt arbeiði eg hugsa vil um teg, sum toldi dagsins hita og byrði fyri meg, tú, sum til deyðan lýðin, ja, krossins harða deyð, mítt arma hjarta loysti úr ævigari neyð. Og er alt tómt og oyðið her á øllum mínum veg, við tær í mínum hjarta ei nakað sakni eg; tú veitst, hvat mær man tørva av gleði og av sorg, tú ert í øllum førum mín vernd, mín fasta borg. Eg eigi mær ein hvíldarstað: Míns Jesu dýru sár, eg havi hvíld í stríði og mitt á vetri vár; tá heimurin meg treingir, eg leypi til mítt slott og syngi um mín Jesus og havi tað so gott. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Mín sál er glað og hjartans fró, tí at eg Jesus fann; hann er mítt lív, mín gleði góð, ja, alt, eg ynskja kann. Hann er mær meir enn gull og fæ og meir enn dagligt breyð, synd mína tók hann burtur, ja, og loysti meg úr neyð. Mær meir enn lív og sál er hann og jørð og Himmal við; í honum sælan lut eg fann og tryggan hjartafrið. Ja, arma brúður valdi tú, men valið var jú frítt; eg beri tó eitt kongaskrúð, tí hygg, alt títt er mítt! Stór náði tín og miskunn var, og víst títt frelsuráð; lov, prís og heiður veri tær, at eg tað fekk at sjá! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Sál mín, hví ert tú so stúrin, sig mær hví tú ivast man? Hvat kann fáa teg at hugsa, at Guds náði svíkja kann? Harrin gongur sjálvur undan, heyggjar javnar fyri tær. Um enn besti vinur sveik teg, Gud tó altíð trúgvur var. Alt, sum teg vil tyngja, særa, alt, sum troyttar tína leið, smátt og stórt, hvørt hjartans ynski fyri Gudi út tú breið. Spyr bert Harran, hvat ið kemur, alt sítt besta ynskir hann, umsorg fyri tær hann hevur, seg avnokta ei hann kann. Á, hvør stórt at kunna siga, nýggj tín náði hvønn dag er. Um eg gjøgnum eld má ganga, login ongan skaða ger. Dýrabarur fyri Gudi, ja, so høgt hann elskar meg, óttast ikki! eymt hann sigur, lat meg stýra fyri teg! Sál mín, hoyr hvat Gud tær lovar: Um tú torir rokna við, at hans orð og lyfti halda, vissuliga fært tú frið. Gjøgnum toku nú eg hómi dýrdarríka heimið mítt, grødda hjarta hjá tær hvílir, til ein dag alt stríð er strítt. Zachariassen, f. Eg má hava Jesus við mær, eg má styðjast til hans arm, eg má vita, hann er hjá mær, eg má hvíla við hans barm. Niðurlag: So skal sálin óttast ei, tá eg tori hvørja leið, tá skal hjartað honum siga eina ja og ikki nei. Eg má hava Jesus við mær, besta trúgv mín veik bert er; troystarorð kann Jesus tala, sum ei nakar annar ger. Eg má hava Jesus við mær, allar staðir, alla tíð, gjøgnum toku, gjøgnum sólskin, gjøgnum storm og ódn og stríð. Eg má hava Jesus við mær, hann má vegin vísa mær, til í høgu Himmalhøllum sál mín loyst hann sjálvan sær. Lizzie Edwards. ( Danielsen týddi). Es-g. Eg sá í Jesu andlit, hann hugdi milt á meg, mín sál varð fylt við gleði, og sorgin fór sín veg; og náttin myrka vendist í kláran, bjartan dag eg sá í Jesu andlit, og undurfult var tað. Og síðani eg sá hann, er annað einki vert, hitt stóra her á foldum er mær eitt tap nú bert; hans ljós, tað breyt mítt myrkur, hans smíl mítt hjarta vann eg sá í Jesu andlit, eg vil tilbiðja hann. Eg hoyrdi Jesus tala um kærleik sín til mín, og vin sín hann meg nevndi, sín skatt og bróður sín; tað var sum hørpusláttur ein stillan summardag, sum undurfullur songur, sum søta einglalag. Eg veit, at skjótt hann kemur til sín at taka meg, og har vit skulu syngja, á Harri, bert um teg! Har skal tín rødd meg gleða, har leiðir meg tín hond ja, tíni skjótt tú savnar heim á ta ljósu strond! Niðurlag: Á andlit, dýrt og fagurt, á hond, so mild á mær! Er her so søtt títt samband, hvat verður ikki har! William Spencer Walton. ( Danielsen týddi). Tøkk fyri Orð títt, Frelsari dýri, opna várt eyga dýrd tess at sjá, beri til hjartað vit tað og vísdóm, alt, ið tí forðar, tak okkum frá. Niðurlag: Tøkk fyri Orðið, greitt tað at boða veri tað nú várt mið og várt mál. Hjálp okkum eyðmjúkt fylgja tess ráðum, sannleik tess goymi væl vár sál. Tøkk fyri lyfti, áminning, ugga, Orðið, sum lykt og ljós várt er her, peikar har upp, hvar sælan ósagda fløðir um alt, sum livir og er. Sæl eru tey, ið Orðinum fylgja, ævigt tey verða Harranum hjá, lívstræið góða veitir teim grøðing, drekka har sæl av lívsins á. Fanny Crosby (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Eg hoyrdi kærleiksorð, eg hugdi blóðið á, eg sá hitt eina ofrið stórt og frelstan eg meg sá. Tað frelsa ævig er, føst sum Jehovas navn, sum tróna hans hon grundfest er, ein still og friðfull havn. Víst dregur fyri sól og myrkir mína leið, men hesin friður, blóðkeyptur, í ævir vikast ei. Mín veiki kærleiki, mín gleði minka kann, men Harrin, sum er friður mín, ei broyting kennir hann. Eg broytist, ikki hann; hann bant meg fast til sín, hans kærleiki, hans trúskapur er bandið, ikki mín. Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Eg veit, eg elski meiri teg enn nakra gleði her, tú, Jesus, sum mær gavst tann frið, ið aldri frá mær fer! Niðurlag: Og tó er helvtin ikki søgd um fría kærleik tín, nei, enn er helvtin ikki søgd títt blóð er friður mín. Eg veit, at tú mær nærri ert enn alt, mítt eyga sær, og søtt fram um alt annað er at dvølja nær hjá tær. Tú gleði gavst í mína sál, og væl eg gleðast má; men átti eg ei kærleik tín, bert tungur gekk eg tá. Á Jesus, dýri Frelsari! Hvat verður ikki har, tá slík ein gleði flýtur av at fylgjast her við tær! Frances Havergal (Ongl.), ( Danielsen týddi). Fjart í sál míni spælir eitt yndisligt lag, søtt sum sálmur og sitaraljóð, og sum himmalsku vøtn tað ótømandi er eins og endaleys silvitnisró. Niðurlag: Frið, frið, lívsælan frið, tú, á, Faðir úr erva mær gav. Um ævirnar sál mína fyll biði eg títt kærleikans botnleysa hav. Á, teir ríkdómsins skattir, tann friður mær gav, og eitt skjól, sum er sál míni í, sum er sterkt, so ei makt burtur ríva tað kann trygt tað stendur um æviga tíð. Í tí lívsæla friði eg hvíli í dag. Eg í varðveitslu Jesu meg gav, eri vardur frá vanda á degi og nátt, av hans dýrd flýtur steyp mítt útav. Og eg hugsi, tá komin til friðarins stað, har eg friðarins upphav skal sjá, og tey frelstu øll har syngja fagnaðarsong har í Himlinum verður ein tá. Cornell. (Arnfinn Setberg týddi). Mítt álit, mín vón bert er á Harran eina, um armur og veikur her, mær leið vil beina. Hann vera mín klettur skal, meg verja, varða, um vandarnir uttan tal meg hótta, særa! Hann er nú mín frelsuborg, har eg kann hvíla, og gleðast eg kann í sorg, tá ódnir ýla. Um freistingar herja á, meg niður bróta, mín Jesus mín hjálp er tá, eg frið kann njóta. Á signaða hvíldarstað við Jesu hjarta, har finni eg ljós og læ í myrkri svarta. Har fjald er hin dýra ogn, ei verðin kennir, har ódnin er vend í logn, lívskeldan rennur. Jonas Pettersen (Noreg), (Karolina Øregaard týddi). Ikki faðirleysir, so tú segði jú takk, á Jesus fyri hetta orð! Ikki faðirleysir, syng, mítt hjarta nú! Hirðin reiðir fyri tær eitt borð. Tó bert trongd og armóð er hjá mær, eigi eg ein Faðir, sum er nær, nær, tá trúgvin sigrar, og tá mótið sveik, ber meg, tá mín sál er troytt og veik. Er mítt hjarta sorgfult, hann tó uggar meg. Gevur sína gleði og sín frið; snávar fótur mín, hann til mín boyggir seg, sendir ljós og kraft og vísdóm við. Og um hart hann revsar manga ferð, hvørt eitt slagið tó í náði er; stað í sínum ríki lovaði hann mær, lut í øllum, sum hann eigur har. Og tá heim eg komi, faðirhúsið í, sum ein droymandi eg verði tá, tá úr sorgum loystur, fríur fyri stríð, har í ljósinum eg klárt skal sjá hann, sum meg til deyðan elskaði, sum á krossinum seg ofraði; inn at sínum hjarta skal hann leggja meg, honum sjálvum líkur verði eg. ( Danielsen týddi). Vit ferðast heim at møta teim, sum synd og sorg ei kenna, tí leiðin ber, har Jesus er, har tár ei meiri renna. Niðurlag: Vit ferðast heim, vit ferðast heim til Jesus. Um dalar, fjøll, um grønan vøll og oyðimarkir brendar halt framá bert, tí tað er vert, vár pílgrímsferð skjótt endar. Við krossins fót eg fái mót, tá fíggindin meg ræðir, og undir stríð og vápnagný eg tali við mín Faðir. Og skjótt vit ná um lívsins á, har Jesus okkum fagnar. Tá lokin er vár pílgrímsferð, og stríðið harða tagnar. (Brynleif Hansen týddi). Eg fái alt; tað varir um at bíða enn eina stund í trúgv og halda vakt; hvør seint enn tíðin mangan tykist líða, eg fái alt, sum Harrin hevur sagt. Um her eg mangt enn eina stund má sakna og mangan vildi meiri kent og sæð, ein dag eg skal til fulla skoðan vakna, og kanska, áður enn eg gruni tað. Eg fái alt tann frið, sum Harrans vinir kenna í roynd, hvør veik hon ofta er, felagsskap við Guds døtur og Guds synir, sum mær so mangan longdist eftir her; eg fái alt eitt ævigt lív við teimum, sum eitt í Gudi eru vorðin øll, táið úr hvørjum stað um allan heimin vit syngja lovsong har í høgu høll. Eg fái alt. So stilla hjartans iva og ger meg nøgdan, Harri, bert við teg! Tú, fyri hvørjum hav og vindur biva, legg niður bylgjurnar, ið hótta meg! Um tað og tað eg her vil fegin eiga, og væntitíðin mangan langlig er, lat hesa uggan hvønn ein spurning greiða: Ver stillur bert! Tú fært tað einaferð. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Eg má vera hjá tær, Jesus, eg, sum fyrr so eina gekk mínar egnu tómu vegir, har eg onga føði fekk! Fyrst tá sál mín hetta hoyrdi: Jesus doyði fyri teg, Jesus livir, hann teg elskar tá kom lívsins vón í meg. Eg má vera hjá tær, Jesus! Heimurin ei geva kann hjarta mínum kraft og hvílu, bert hjá tær eg hetta fann; tú, sum ikki lívið spardi, tú vilt ikki svíkja meg, um hvør sál sær frá mær vendir, kann eg líta trygt á teg. Eg má vera hjá tær, Jesus, tá mín leið er ljós og greið! Tí so lætt á góðum døgum út av gøtuni eg gleið; sárt og beiskt eg havi sannað, at eg gloymdi elska teg, júst tá tínar kærleikshendur stroyddu rósur á mín veg. Eg má vera hjá tær, Jesus, tá ið myrkrið fjalir meg! Tá ið sker og boðar bróta, tørvar mær at síggja teg; bylgjur leggjast, stormur tagnar, bert tú, Harri, ert hjá mær, eins og friðurin í Himli er at vera nær hjá tær! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Eg vilstur var av leið, ei heima dámdi mær, eg elskaði ei Hirðans rødd, út, burt av leið tað bar; eg var eitt burt vilst barn, elskaði heimið ei, míns Faðirs rødd ei dámdi mær, best var mær langt av leið. Um dalar og um fjøll mín Faðir leitaði, og Hirðin steig so mangt eitt spor í oyðimørkini; so troyttan, einsaman og sjúkan, deyða nær, hin stóri kærleiki meg fann og meg til heimið bar. Mín Hirði Jesus er, hann, hann meg elskaði, meg tváaði í blóðinum og grøddi sárini; tað, sum var heilt fortapt, hann søkti, og hann fann, hitt vilsta hann til heimið bar, sítt barn nú verjir hann. Eg vilstur var av leið, eg gekk mín egna veg; men nú eg elski Hirðans rødd, við bróst hans hvíli eg. Eg var eitt burt vilst barn, so langt av leið eg var; nú elski eg míns Faðirs rødd, og heimið best er mær. Horatius Bonar (Skotl.), (Jákup Olsen týddi). Hvør eina letur Harran ráða og fult á hann seg líta vil, hann frelsast skal úr neyð og váða; hvør myrkt og vónleyst alt stóð til, hvør fult á Harran trýr, skal sjá, hans hús ei stendur sandgrund á. Statt, Guds barn, stilt í trúgv og bíða, far fram í tøgn á Harrans leið! So skalt tú sjá, hann vil teg fría, ei svevur hann, hann blundar ei; hann, Faðir tín, sum elskar teg, vil leiða teg á beinan veg. Tað er jú Gudi eingin møði, hann talar bert eitt orð, og tá í støvið boygdur er hin høgi, og høgur tann, í armóð lá; tann undurgerari er hann, sum reisa nú, nú fella kann. So, Guds barn, hvussu alt sær vendir, far fram í trúgv og bøn tín veg, og hugsa aldri, hvat so hendir, at Harrin hevur svikið teg! Tí Gud vil aldri gloyma tann, sum stillur stóð og leit á hann. Georg Neumark (Týskl.), ( Danielsen týddi). Lít allar tínar leiðir og tína hjartasorg í hendur hans, sum eigur ta blonku stjørnuborg! Hann trygt á bylgjum gongur, hann stormin hótta kann sál, trúgv og stúr ei longur, tín veg væl finnur hann! Tú fylgi Harrans ráðum, og tær skal gangast væl, í stórum og í smáum tá verk títt eydnast skal! Ei stúran hjálpti nakað, ei ótol, tá tað galt; tí einki kanst tú taka, men Gud kann geva alt. Títt eyga, trúgvi Faðir, kann eina gjølla sjá, hvat barni tínum bagir, tú veitst í vanda ráð, tað, tú í hyggju hevur, á sterki Gud, skjótt er, um hjálp og troyst tú gevur, er neyð brátt endað her. Og ei alt Satans veldi kann forða tíni leið, teg fíggindin ei feldi, tín fótur víkur ei; ja, tann, ið stillur stendur og bíðar eftir tær, skal sjá, hvønn veg alt vendir, at endin góður varð, Tí vóna, sál, í vanda, lat ræðslu vald ei fá! Um still tú bert vilt standa, Guds hjálp tú skjótt skalt sjá. Ein lítil stund at bíða, so sært tú Himmalborg, ein løta enn at stríða, og skjótt er gloymd øll sorg. Paul Gerhardt (Týskl.), ( Danielsen týddi). Tey dýru lyfti, ið Harrin gav mær, mítt hjarta fyltu við gleði, ró. Sum bjartar stjørnur á leið tey lýstu, har, sum eg einaferð í myrkri stóð. Tá skuggar falla, tá sól fer undir, Guds ríku lyfti tó síggi eg. Til Gud, mín Faðir, eg stillur biði, og altíð svar hans mær vísir veg. Um stundum ivi Guds námind fjalir, og um á leið mína koma skýggj, skal náðisólin tó aldri sløkna, brátt vísir hon seg aftur bjørt og nýggj. Ei vil eg vraka Guds dýru lyfti, tey djúpt í hjartanum festu búgv, og um enn himmal og jørð forganga, skal eg tó sanna: Tey royndust trúgv. Um alt enn broytist, ei vil eg óttast, tí í Guds lyftum eg eigi lut. Ja, hvat enn hendir, alt er til besta hjá tí, sum heilt og fult seg leit á Gud. Í myrkum tímum, í ljósum stundum, hann støðugt varðveitir mína sál. Eg veit, at Harrin kann gera undur, so óskatt barn hans skal náa mál. Kronsioe. ( Zachariassen týddi). Tú ævigi klettur, mítt skjól er hjá tær, í vandanum navn títt ein neyðhavn mær var! Um fátækur, armur, tó uggar tú meg á ævigi klettur, til tín komi eg! Niðurlag: Komi til tín, komi til tín, á ævigi klettur, eg komi til tín! Í gleði og sorgum, í lívi og deyð, í armóð og sjúku, í trongd og í neyð, tá myrkursins herlið ger álop á meg á ævigi klettur, til tín komi eg! Tú fjaldi meg mangan í tínari borg, tá sálin var troytt, og eg nívdist av sorg; og tá so basúnin skal kalla á meg á ævigi klettur, til tín komi eg! William Cushing (Amer.), ( Danielsen týddi). Um vit trúgva á Gud, um vit lýða vár Gud, hvussu ljós er tá ikki vár leið! Tann, ið lýða vil hann, tann, ið lítur á hann, fær at síggja, Gud svíkur hann ei. Niðurlag: Lýða vár Gud, hava trúgv til vár Gud, tað er leiðin til lukku: Lýða, trúgva á Gud. Eingin bylgja kann slá, eingin ódn okkum ná, tá ið Gud er vár borg og várt skjól; eingin nátt er ov long, eingin leið er ov trong, tá ið Harrin er skjøldur og sól. Ei er byrðin ov tung, ei er økslin ov ung, bert vit vita, at Harrin er við; eingin sorg, eingin neyð, hvørki lív ella deyð, okkum sakar við hansara lið. Harrans kærleik í barm, Harrans megi í arm, tað fær tann, sum vil lýða vár Gud; Harrans gleði í sál, Harrans vilja sum stál, tað fær tann, sum vil trúgva á Gud. Sammis (Ongl.) ( Danielsen týddi). Leið meg heim til frelsuklettin! Ei eg líta kann á meg; á tí kletti kann eg hvíla, skýli fyri meg og teg. Niðurlag: Á tí kletti kann hon byggja, sál mín, frelst og frí og glað; undir honum kann eg liggja, har er stormfrítt hvíldarstað. Undir hesum gamla kletti er eitt gott og tryggjað stað; uttanfyri ýlir ódnin, undir klettinum er læ. Hesin klettur er mín frelsa, náðistreymurin har rann; har eg drakk av lívsins keldu, har eg frið við Harran fann. Jesus, tú mín frelsuklettur, eg vil syngja til títt prís, til eg einaferð í Himli syngja skal á betri vís! Lewis Hartsough (Amer.), (Richard Danielsen týddi). Eg legði alt á Jesus einaferð, mína synd og alt, meg tyngir her, tá í trúgv á trænum eg hann sá, sá, mín neyð so tung á honum lá; mær frá hjarta byrðin burtur svann, frið eg fann. Eg leggi alt á Jesus; hann so milt tekur burt alt beiskt, ger sinnið stilt; og hans smíl kann gylla tár so mong, oyðin hagi verður blómuong; leggi eg meg veikan við hans bróst, alt er ljóst. Eg leggi alt á Jesus og kann tá tryggur hvíla, hvat so henda má; vónin hevur ankrað, funnið frið, stilla, góða havn hans hjarta við; tað er himmalsk hvíld at vera har, honum nær. Á troytta Guds barn, legg tó alt á hann, sig tú honum alt, teg tyngja kann! Í hans hondum hongur verðin øll, burt sum støv hann blæsur oyggjar, fjøll; kanst tú siga tá, hann kennir ei tína leið? Helen Willis (Ongl.). ( Evensen týddi, Danielsen umarbeiddi). Í Jesu navni uttan líka full náði, troyst og sæla er, hans dýrd ei einglar kenna slíka, og Himmalin hans lov fram ber. Í tær Guds fylling øll jú býr fullkomin hvør, sum á teg trýr. Tú ert várt alt, vár kraft og styrki, lív, frelsa, ljós á dimmu leið, í stríðinum ein borg, eitt virki, ein kelda klár, sum tornar ei; alt, ið vit hava, er av tær, títt navn í ævir lovsong fær. Tín kærleiki, hann aldri svíkur, hvønn sakn hann fyllir okkum her, í neyð tú ei frá okkum víkur, men stríð og sorg við okkum ber; og fattast okkum nakran lut, so tó hvør troyst: Vit eiga Gud! Lat heimsins fáfongd tá bert svinna! Ei jørðisk lukka gevur frið, og harí einki er at finna, sum líknast kann tín kærleik við. Á ríkdóms djúp! Vár ogn ert tú í allar ævir eins og nú! ( Danielsen týddi). Ein kross at bera ein og hvør man fá, ein Himmal er, sum hvør ein sál kann ná. Ein bústaður í Himli bíðar mær, við deyða sonar Guds hann keyptur varð. Enn talar blóðið, sum á krossi rann, tí har til sigur deyða vendi hann. Hann loysti leinkjurnar, ið heftu meg, tá hann á Golgata seg ofraði. Um sorgardagar drúgvir tykjast her, tó lurtar hann, hvør hjartans bøn mín er. Í hvørji kreppu Jesus tekur lut, á Golgata hann keypti meg til Gud. Hvørt ár meg dregur nærri til hans barm, hann ber meg gjøgnum alt, sum voldir harm. Tá krossurin mær birtist, minnist eg: Á Golgata hann endurloysti meg. Stuart Hamblen. ( Zachariassen týddi). Hin sama grundin alla Guds samkomu tó ber, hin flokk, sum gjøgnum Orðið av nýggjum føddur er; ígjøgnum stríðið blóðigt hann eina brúður vann, og fast í ektabandi hon bundin er til hann. Úr øllum fólkum útvald, tó eitt á hvørjum stað hin sami Gud og Faðir, hin sama trúgv er tað; hitt sama breyðið føðir, frið ber hitt sama navn hin sama vón og frelsa, hitt sama heim og havn. Og meðan stríðið slítur og gjøgnum vápnagný, Guds samkoma tó hyggur við tráan upp í ský, til troytta eygað skoðar ta sjón so lívsæla, at Harrin kemur niður at heinta brúðrina. Í sambandi hon stendur við Gud í stríðnum her og andans felagsskapi við hvønn, sum frelstur er. Á lukkuligi flokkur! Gud, okkum vísdóm lær, at eyðmjúkt fram vit ferðast mót hvíluni hjá tær! Samuel Stone (Ongl.), ( Danielsen týddi). Gud, eg tær tøkk og prís vil veita, at tú mær gavst at kenna teg! Eg eftir ljósi havi leitað á lívsins tóma, turra veg; men einki ljós mítt eyga sá, fyrr enn tað, Gud, fekk teg at sjá! Mítt arma, sorgarfulla hjarta fann ongar vónir her á fold; mín framtíð var jú grøvin svarta, mítt heim hin kalda, myrka mold; eg søkti gleði her og har, men vónleyst, oyðið alt tó var. Tá skygdi í tí myrkri svarta eitt ljós, tað kom av Golgata; eg sá hitt gjøgnumstungna hjarta, sum legði á seg byrðina; mín synd, mín ræðsla, sorg og neyð, tað førdi hann í krossins deyð. Hann legði á seg sjúku mína, og mína straff hann tók á seg, alt fell á hann, hvør synd, hvør pína, at ei tað skuldi ráma meg; av Gudi sligin har hann hekk og inn í deyðans myrkur gekk. Men upp hann reis á stóra gleði! Her fekst tú frið, mín arma sál, her víkti náttin fyri degi, her fann mín longsil endamál; tí eg skal liva eins og hann, í mín stað stríddi hann og vann. Victor Danielsen, Tá eg vinleysur verði, hann varðveitir meg, tá eg syndaneyð beri, hann varðveitir meg. Tá eg treingi til hann og ei orð finna kann tað finst ein, sum varðveitir meg! Niðurlag: Hann varðveitir meg, hann varðveitir meg, hann gleðina, sorgina skiftir. Hann skal turka hvørt tár, og í dag sum í gjár hann grøðir hvørt bløðandi sár. Tá ið longsilin tærir, hann varðveitir meg, gerast stormarnir harðir, hann varðveitir meg. Antin lívsleið mín skal yvir fjall ella dal tað finst ein, sum varðveitir meg! Tá ið vilji mín brotnar, hann varðveitir meg, tá ið hjarta mítt blotnar, hann varðveitir meg. Hvat enn lutur mín er, hvat enn framtíðin ber tað finst ein, sum varðveitir meg! ( Háberg týddi). Fremmandur eri í heiminum eg, her er ei hvíld, er ei hvíld; eg sum ein gestur her gangi mín veg, tó er her hvíld, er her hvíld; frið eg í trúnni á Jesus jú fekk, hann fyri meg jú á krossinum hekk, lív hann mær gav og tók syndina vekk, nú er her hvíld, er her hvíld. Her eru vandar og sorgir og neyð, her er ei hvíld, er ei hvíld; her eru fíggindar, Satan og deyð, tó er her hvíld, er her hvíld; verðin kann háða og hata mítt navn, stríð kann mær møta, men Gud er mín havn; Jesus meg tók í sín trúfasta favn, hann er mín hvíld, er mín hvíld. Her er bert ófriður ár eftir ár, her er ei hvíld, er ei hvíld; her er ei heimið, har grødd verða sár, tó er her hvíld, er her hvíld; mangan er leiðin so torfør og trong, sorgirnar nógvar, og tíðin so long; skjótt tó í Himli eg syngi mín song, har, har er hvíld, har er hvíld. Palmquist (Svør.), ( Danielsen týddi). Hvør kær mínum hjarta hin søgan tó er, hitt orðið, sum altíð er nýtt, tó ótaldar tungur tað talaðu her, hitt orð, sum ger hjarta mítt frítt! Niðurlag: Hitt orðið, sum altíð er nýtt, tó talað so mangan og títt, hin søga so kær førir Himmalin nær hitt orðið, sum altíð er nýtt. Hin søga kom til mín, tá bundin eg lá í iva, í ræðslu, í synd; sum eingil av Himli hon kom til mín tá, gav sjón mær í eyguni blind. Hon kemur til mín, tá ið freisting er nær, og fella er sett fyri meg, hon leiðir til klettin, sum bjargaði mær, hin klett, sum er hægri enn eg. Og tyngir meg sorgin, og eigur mítt høvd ein stein bert at hvíla seg á, hin søga meg uggar við lívgandi rødd, og blómur ber oyðimørk tá. John Yates (Amer.), um ( Danielsen týddi). Sum ein føgur guddómskelda, djúp og undurfull og dýr, er tann náði og tann góðska, sum í Jesu hjarta býr. Niðurlag: Jesus læt upp perluportrið, opnaði ein veg til mín, gjøgnum blóðið hann meg frelsti, og hann varðar meg sum sín. Áður eg sum jagstrað dúva og sum særdur hjørtur var, men eitt sundur brotið hjarta koyrir Jesus ei frá sær, Undur yvir onnur undur: Synd mín fjald varð einaferð! Tí um Jesu ríku náði gleðisongur mín nú er. Tá ið eg á lívsins morgni skal við gylta portrið stá, av hans ríku náði skal eg fyri mær tað opið sjá. Gustaf Blom (Svør.), ( Háberg týddi). Langt frá Gudi, langt frá Himli gekk eg einaferð sum eitt lamb, ið burturvilst í oyðimarkir er; men hin góði Hirðin, Jesus, søkti eftir mær og úr neyð og vanda meg á herðum sínum bar. Mína synd hann fyrigav mær, tók meg í sín favn, til tey stillu vøtn hann bar meg, leiddi meg í havn; nú hans náði allan dagin sól og gleði er, og á nátt hans einglavakt mær trygd og hvílu ber. ( Danielsen týddi). Eg langa tíð livdi í myrkri og synd, eg dreiv sum eitt vrak fyri veður og vind, eg hoyrdi um Gud, men eg kendi hann ei, tó rópti eg til hann, tá trong var mín leið; eg kendi hann ei, nei, eg kendi hann ei, eg rópti til Gud, men eg kendi hann ei. Eg hoyrdi um frelsuna ferð eftir ferð, um Jesus, sum deyður og upp risin er; eg hómaði ljós, tó ei klárt eg tað sá, og fór tá at vóna, at hjálp var at fá, ei klárt eg tað sá, nei, ei klárt eg tað sá, men vónaði tó, at ein hjálp var at fá. Á lívsæla stund, tá ið Jesus eg fann og lærdi at líta á hann, bert á hann! Hann kallaði á meg og dró meg til sín, eg vóni ei longur, eg veit, hann er mín; eg veit, hann er mín, ja, eg veit, hann er mín, eg vóni ei longur, eg veit, hann er mín. Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Mær halda Harrans hendur, tá dimmið lættir av, hvønn dag hann orð sítt sendir, sum ljós og treyst mær gav, hvat dagurin vil bera, er hann mín trygga havn, í bøn eg lívd mær leiti, og kraft ber Jesu navn. Mær halda Harrans hendur, ið hvat enn møta man, í smíli, gráti, kenna hans góðu hond eg kann, um leiðin ber um dalar, um tung og brøtt hon var, úr høgu Himmalhøllum hans eyga fylgir mær. Mær halda Harrans hendur, tá sól í vestri vóð, um brekir, brestir pína, hans náði veitir ró. Hann synd mær fyrigevur, og setur einglavakt. Hann nátt sum dag meg varðar við síni guddómsvakt. Mær halda Harrans hendur, tá lívið fjarar av, tá mátt og megi svinna og sól fer her í kav. Hans keppur, stavur verja um deyðans skuggadal, og sálin sæl seg hevjar til høga Himmalsal. Erling Tobiassen, f. (Jákup Olsen týddi). Eg frá Harranum gekk burtur á tí breiða syndaveg, spurdi ikki eftir honum, sum leið deyðan fyri meg. Niðurlag: Á, eg undrist á, at Jesus niður til mín boygdi seg! Mína synd hann fyrigav mær, meg í blóði reinsaði. Blindur gekk eg, skilti einki, tonkti ei um dóm og deyð, søkti ikki eftir frelsu, tó mín synd sum blóð var reyð. Tá til síðst eg, troyttur, sjúkur, kom til hann, hans kærleiksrødd hjartanum gav frið og gleði, tá varð sálin særda grødd. Niðurlag: Á, hvør stórt, at Jesus fann meg, á hvør stórt at kenna hann! Hvílan við hans eyma hjarta meiri er, enn sigast kann. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). (II). Hvørja sæla støðu er tað, vit sum Guds børn eiga her! Alt ov lítla gleði ber tað várum hjørtum manga ferð; vit sum Harrans fólk og prestar eru ei av verðini, nei, sum fremmand og sum gestir fara vit skjótt hiðani. Børn av ljósi og av degi, ljós í heiminum og salt, sum Guds børn á stóra gleði arva vit við honum alt. Hugsið: Útvald ætt at vera, hugsið: Útvald náðiker! Glatt má tað hvørt hjarta gera, sum tað navn av røttum ber! Kristi stríðsmaður er tryggur, fíggindin bert skomm fær hann; Harrans einglaherur liggur runt um tey, sum óttast hann; um mót óndskaps andaheri hart vit stríða mangan dag, vita vit, at fleiri eru tó í parti okkara. Um vit so her niðri treingjast, er vár hvíla søt og sæl, og sum friðarbørn vit leingjast bert, at Harrin koma skal; Guds útvaldu, elskuligu, ja, hans egna samkoma, tá skal gleða seg í friði, njóta fulla sæluna. ( Danielsen týddi). G-d. Jesus loyst úr synd meg hevur, fríur, fríur eri eg, hvønn dag nýggja kraft mær gevur, fríur, fríur eri eg. Niðurlag: Halleluja, halleluja, Jesus frelsti meg, halleluja, halleluja, fríur, fríur eri eg. Tá eg læt mítt egna fara, fríur, fríur varð eg, og meg leit á Jesus bara, fríur fríur varð eg. Eitthvørt band, sum áður bant meg, nú er loyst, ja, nú er loyst. Jesu kærleiki jú vann meg, gav mær gleði, frið og troyst. Hoffmann (Amer.) ( Háberg týddi). Jesus av fíggindahond okkum vann, aftur til Gud okkum bjargaði hann; trygg í hans hond okkum eingin kann ná, skilja oss náði hans frá. Niðurlag: Eingin, eingin ríva kann okkum úr Faðirsins hond; eingin, eingin slíta kann lyftisins bond. Okkum til Gud keypti Jesusar blóð, vernd vár er frelsarahondin so góð; einki hann spardi, nei ofraði alt, stríddi og skuldina galt. Kærleiki størri á fold er ei til, enn at ein fyri sín vin doyggja vil; fyri ta verð, sum hans fíggindi var, Jesus tó straffina bar. Aldri tí sál, hann til Gud hevur keypt, hevur úr hond síni aftur hann slept; Jesus, sum leitaði, inntil hann fann, goymir sín vin, sum hann vann. ( Danielsen týddi). Bh. Í deyðaskuggans landi, har skygdi ljósið bjart, tá fast í trælabandi tú, sál mín, bundin vart! Tá deyð var vón og troyst, og stongdar allar gøtur, kom hjálp og friður søtur, varð gátan myrka loyst. Ei var tað egin styrki, ei var tað vitskaps ráð, ei manna kraft og yrki, ið kundi hjálpa tá; tað var hitt gleðiljóð: Ein Frelsari er føddur! Har fann mín fótur møddur ta søktu trygd og ró. Nú ljósur er mín vegur, eg ferðist trygt avstað; tí eyga mítt, tað hevur Guds stóru frelsu sæð. Hvør svari fyri seg hvør veit, hvat hann man meina mær tørvaði hitt eina, at finna, Jesus, teg! Victor Danielsen, Tað var ein undurfull, undurfull stund hana ei gloyma eg kann tá eg um vegleysu myrkursins grund Jesus, mín frelsara fann. Og hesin vinur við eymleikans brá stillaði hjartans míns trá. Skuggarnir svunnu, við songi á munni eg vitni, at myrkrið hvarv tá. Niðurlag: Dýrdin kom niður, fylti mína sál, grøddur eg varð við krossins kærleiksbál, mín synd har upp varð brend, og mín nátt til dag varð vend, dýrdin kom niður, fylti mína sál. Føddur av Anda, eg tá kom upp í guddómligt skyldskaparband, rættvísan gjørdi meg Golgatas stríð, gav mær so dýran ein stand. Øll henda umbroyting ognaðist mær, tá ið eg kom sum eg var. Frelstur í ævir nú syngi eg glaður, mín Frelsari æruna fær! Vón mín er grundføst, og halda hon skal. Tá so er liðin, mín tíð, bíðar mær himmalska framtíðin sæl ævigum bústøðum í. Á, sum tað tó var ein undurfull stund, tá eg við hann kom á fund, signingar dýrar og skattir so skírar tá fekk eg og frið hans í lund! John Peterson. ( Háberg týddi). Um her vit allan heimin kunnu eiga og góðs og stórar jarðir burtur leiga, hvat er tað alt tó uttan tap og skarn ímóti tí at vera eitt Guds barn! Eitt heim eg eigi hátt í Himmalsølum, eg fari skjótt úr hesum táradølum, og tóat bylgjan brýtur hátt um stavn, eg lendi skjótt tó í tí tryggu havn. Mær Jesus atgongd vann til staðin fríða, og skjótt so skal eg inn um portrið stíga, og tá ið fyrst eg komin eri har, eg gloymi skjótt alt stríð, á foldum var. Og um eg her skal lítil, armur vera, skjótt skal eg lívsins hvíta klædning bera; lat heimin søkja hetta, sum er smátt! Er Jesus mín, er alt í ævir gott. Nils Breiung (Noreg), ( Danielsen týddi). Guds náði! Á, hvør ert tú rík, hvør hvíla er í tær, hvør sæla, sum í náðini eitt mannahjarta fær! Niðurlag: Á, tað er signað, Kristus hevur loyst meg, ja, tað er signað, hann hevur reinsað meg! Í mínum hjarta ráddi fyrr eitt stríð bert nátt og dag; eg leitaði um frið í mær hvør friður varð væl tað? Eg visti ei, at friðurin er bert við Kristi kross, eg dugdi ei at leita til hitt søta, sæla pláss. Men nú er tað mítt hvíldarstað, har hvílir hjarta mítt, mín friður er, at deyðin har breyt, Harri, hjarta títt! ( Danielsen týddi). Leiðin liggur gjøgnum heimsins lond, kósin sett er móti Zions strond. Tá ið bjargað varð várt dømda far, ferðin byrjað varð. Niðurlag: Vit halda beina kós ígjøgnum myrkur, ljós, skjótt skal skútan leggja inn í trygga havn. Við róðrið stendur ein, sum kennir vegin heim. Prísa Gudi, land er fyri stavn. Herjar stormurin á borð og bógv, fær enn skútan mangan brotasjógv, trygg hon snýr sær fram við sker og flúr hvørjum vanda úr. Skjótt ei segl og kumpass nýtist meir, ódnirnar tá ikki vera fleir. Snotislig ein morgun skútan sæl akker kasta skal. Zachariassen, f. Frí náði! Á hitt dýra ljóð! Ja, náði frelsti meg! Fortaptur var eg, funnin nú, Guds frið nú eigi eg. Tað náðin var, sum vakti meg, og hon, sum frið gav mær; sum stjørna hon av myrkri steig, tá kraftin burtur var. Ígjøgnum vanda, sorg og stríð hon bar meg higartil; hin náði, sum meg uppi bar, hon heim meg leiða vil. Og svíkur kjøt og hjarta mítt, og endar lívið her, hin Harri, sum meg hevur frelst, í náði heim meg ber. John Newton (Ongl.), ( Danielsen týddi). Kann eg eiga fulla vissu? Sál mín, kann tað vera so? Kann eg standa nær hjá Gudi, eg, sum breyt hvørt eitt hans boð? Niðurlag: Fulla vissu! Tí eg líti á ein Harra krossfestan; fulla vissu Jesus vann mær, tá ið krossurin bar hann. Hann er trúgvur, sum gav lyftið, har mítt hjarta hvílir seg; við at líta bert á Jesus, fulla vissu eigi eg. Arvingi og barn hjá Gudi! Blóðið fulla frelsu gav; syndina hann ei vil minnast, søkt hon er í djúpa hav. Sum títt barn eg tí kann breiða út mítt hjarta fyri tær; Kristus, hann er øll mín rættferð, eg í honum standi nær. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Fjálg eins og fleyrið á sumri, frísk eins og døgg morgunstund, Jesusar rødd kemur til mín, styrkir meg løtt gerst mín lund. Myrkrið má víkja, og sólin skínur, har hann kemur inn. Lívganarstundir av Himli styrkja mítt hjarta og sinn. Niðurlag: Lívgandi vón, eins og einglanna songur. Kærleiki tín søtur tónleikur er. Songurin um fyrigeving eymt hoyrist í míni sál. Jesus vann sigur á krossi, har tømdi hann mína skál, teskar, at hann vil meg leiða og míni bøn svara skal. Dýri og signaði Jesus, takk, at tú alt gjørdi væl! Vónin er akker, ið heldur trygt, táið ódn herja kann. Vón hevur reinsandi virkan gjøgnum tað blóð, sum meg vann. Lívsæla vón, at hann kemur, orð hans ber lyfti um tað. Lat okkum vakja, so vit ei standa til skammar tann dag. Alice Hawthorne. (Líggjas á Váli týddi). Um friður sum flóðin skal fylla meg her, um stormur meg treingir og stríð, hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist, at mín sál, hon er frí, hon er frí. Niðurlag: Hon er frí, hon er frí, ja, mín sál, hon er frí, hon er frí! Um Satan meg treingir, um freisting er hørð, tann vissa er sálini í, at Jesus, hann veit tað, hans hjálp er mær nær, at mín sál, hon er frí, hon er frí. Mín synd á, hvør sæl henda vissa tó er! mín synd er til æviga tíð út strikað, tí negld hon til krossin jú varð, og mín sál, hon er frí, hon er frí. Hjá mær er tað Kristus at liva, og skal eg stríða hitt seinasta stríð, so er sjálvur deyðin ein vinningur mær, tí mín sál, hon er frí, hon er frí. Men, Frelsari, grøvin er tó ei mín vón, men koma tín skýggjunum í! Við gleði eg nú síggi fram til ta stund, tí mín sál, hon er frí, hon er frí. Horatio Spafford (Amer.), ( Danielsen týddi). Jesus, tú besti vinur mín! Eg nú og altíð eri tín; einki kann skilja meg frá tær, tað sigur orð títt mær. Eg langa tíð ei kendi teg, men gekk mín egna myrka veg, inntil eg so fekk eyga á Jesus á Golgata. Jesus, tú doyði á krossinum, men nú tú livir í Himlinum; har gert tú liðugt heimið mítt, prís fái navnið títt! Kom, Harri Jesus, ja, kom skjótt! Hetta ber hvíld til hjartað møtt; upp móti Himli hyggi eg, Jesus, at síggja teg. Samuelina Viðstein, Er Gud við mær, so stríði ímót mær, hvat ið má! Eg eftir honum bíði, hans hjálp eg skjótt skal sjá! Vil Gud mær góður vera, og gav hann mær sín frið, hvat kann mær Satan gera, og alt hans ónda lið! Mín sál við treysti sigur, tað veit og trýr hon vist, at sæla mín og friður er Harrin Jesus Krist; hans kærleiki mær fylgir, hans hond meg uppi bar, hann stillar allar bylgjur, sum brúsa móti mær. Ein gleðistreymur gongur ígjøgnum sál og sinn, og søtur takkarsongur fer fyri Harran inn; mín sól, mítt lív, mín friður, á Jesus, tað er tú, mín songur allur sigur: Hjá tær mítt heim er nú! Paul Gerhardt (Týskl.), ( Danielsen týddi). Mær á hjarta navn títt skriva, Jesus, Gud og Kongur mín, lat ei lyst, ei sorg, ei iva skilja millum mín og tín! Innsigli á meg tú set: Jesus mín úr Nasaret, hin krossfesti, er mín heiður, og til sælu hann meg leiðir! Thomas Kingo (Danm.), ( Danielsen týddi). Eg kann so langt ei dríva, at tín náði ei meg nær; hvar enn eg viltist, eyga títt tó hvíldi eymt á mær. Eg kann ei dríva burtur so, at tú ei skoðaði á veg mín bæði dag og nátt í eymum kærleiki. Eg drívi ei, so armur tín ei undir mær tó er; tín vísdómshond vil stýra mær á hesi vandaferð. Er tung og trong mín myrka leið, tú ei meg gloyma vilt; tú leiðir gjøgnum storm og logn, ígjøgnum gott og ilt. Eg kann ei dríva burt frá tær, hvar enn mín fótur steig, tí, Faðir, frammanundan tú jú kendi mína leið! Hvar enn eg ferðist, tú ert har; ígjøgnum stormin eg kann hoyra tína eymu rødd: Ræðst ikki! Tað er eg. Ida Reed. ( Danielsen týddi). Til náðina skyldi eg alt, og náðin er mín gjøgnum pakt; ei frykt, tí meg Gud hevur valt, ei svíkur, hvat hann hevur sagt; bann av eini brotnari lóg ei longur mær koma kann nær, tí Jesusar lýdni og blóð tók syndina burtur av mær. Tað verk, sum í mær byrjað er, hann fullføra vil til sín dag; Guds lyfti er tað, sum meg ber, og ongantíð svíkja kann tað. Hvat kemur, og hvat ið er nú, ei nakað Guds skapningi í kann gera til einkis, at tú meg elskar til æviga tíð. At bílæt mítt er í Hans hond, ei ævin sjálv burt taka kann; ei nakað kann slíta tey bond, sum binda hans brúður til hann. Ja, hann, sum meg elskaði fyrst, til endan hann gera skal tað; meir skilligt, men ei meiri vist tað verður har uppi hin dag. Augustus Toplady (Ongl.), ( Danielsen týddi). Lat meg siga frá og syngja nú um Jesus, sum í bróst mítt hevur birt ein kærleiksbrand. Hann meg frelsti og til fulnar lív mítt broytti, og hann bant eitt áður ókent vinarband. Niðurlag: Slíkan kærleika ei fyrr eg kendi, og sum Jesus ongan vin eg fann. Eingin annar kundi gjalda mínar syndir, eingin hægri elska kann. Alt mítt lív var fult av synd, tá Jesus fann meg, og av sorg og pínu sál mín hart var nívd. Jesus legði sínar sterku armar um meg og meg leiddi á ta leið, har eg fekk lívd. Hvørja løtu hann mær gevur nýggja vissu, og hans orð eg skilji betur dag um dag. Men eg skilji aldri fult, hví hann meg frelsti, fyrrenn heima eg hans andlit havi sæð. Weigle. ( Zachariassen týddi). Dýrur er fyri hans hjarta seyðurin, húsi hans í, vunnin ígjøgnum hans deyða, keyptur ígjøgnum hans stríð; dýr eru eisini hini, sum enn ei hoyrdu hans rødd, kend, áðrenn verðin var grundað, kend, hvar tey enn eru stødd. Niðurlag: Dýrur er allur hans flokkur fyri hans hjarta í dag, tey, sum hann kenna og elska, tey, sum hann ei hava sæð. Dýr eru fyri hans hjarta lombini øll, sum hann vann, eisini tað, sum á fjøllum hjálparleyst, burturvilst rann; serliga dýrur hin veiki, sjúki og líðandi er, tann, sum í freistingum stríðir, og tann, sum sorgina ber. Dýr øll tey eru hans hjarta, navn teirra inn grivið har; teknað í báðar hans hendur, altíð hans eyga tey sær. Útvald og elskað og dýrt keypt standa í náðini tey, skuggað og vard av hans veingjum, frelst gjøgnum vanda og neyð. Mary Wingate. ( Danielsen týddi). B-f. At lívið varð ljóst, at gleði hvønn dag skuldi fylla mítt bróst, eg væntaði, tá verðin vælkomin beyð, tá sólin skein fagurt, og rósan stóð reyð; at æra og ríkdómur fyri mær lá, eg hugsaði tá. Men dreymurin bleiv so stuttur, sum toka og tám burt hann dreiv; bert saknin og sorgina fekk eg til gest, og heimurin sveik, tá hann lovaði mest, og óttin og mótloysið spurdu meg nú: Hvat til livir tú! Ja, hvat, hvat var tað, sum eg hevði livað í dag eftir dag! Tað synd bert og gudloysi, dárskapur var, og hvat, um hin tráður, til lívið helt mær, var brostin, og sál mín til dómin var seld og Helvitis eld! Og vónloysi tá meg fylti, og eina Guds vreiði eg sá; eg hevði ei dirvi at liva, og tó enn meiri eg óttaðist deyðan, sum stóð á vegnum og hótti og talaði so: Skjótt, skjótt fært tú boð! Tá hoyrdi eg, at í mín stað Guds Sonur seg krossfesta læt; hann rætti til mín sína frelsandi hond, tók burt mína byrði, skar av míni bond; ja, bert í hans blóði mín sál frelsu fann, mín friður er hann! Victor Danielsen, Góðska Guds, sum ber av øllum, himmalgleði, niður trín! Kom og búgv í lágum høllum, kom og náði tína krýn! Jesus, tú ert øll vár tráan, kærleikstekin, reint og ljóst, kom við tíni frelsuboðan inn í hvørt eitt byrðað bróst! Kom, alvaldi, út at fría, lat meg tína náði sjá, kom við skundi, síggj, vit bíða, verð við alla okkum hjá! Tígnan vit tær vilja vísa eins og mikla himmalfjøld, uttan íhald biðja, prísa undir tíni kærleiksvøld! Fullfør so tín skapning nýggja, ger tú okkum rein og skær, stórleik frelsu tínar síggja, fultút endurreist í tær! Leidd frá dýrd til dýrd vit stíga líka inn í Paradís, leggja krúnurnar og níga, fylt av undran, tøkk og prís! Charles Wesley (Ongl.), ( Háberg týddi). Eg eri Guds barn og vil tað vera, til sól og máni ei eru til; tað navn eg elski, tað vil eg bera, um ei meg heimurin kenna vil. Eg eri Guds barn, og tað eg blívi, mín æra Kristus aleina er! Hann elskar meg, fyri meg læt lívið, hann frelsti meg og meg uppi ber. Eg eri Guds barn á henda náði! Meg Jesus frelsti, ein syndatræl; um mangt meg nívir og treingir, táið eg eigi hann, livir sálin væl. Eg eri Guds barn, í trúgv eg stríði hitt stríð, sum Harrin meg kallar til, og fram eg gangi við Jesu síðu, og hann til sigur meg føra vil, Eg eri Guds barn, tá sorgin treingir, tann vissa gleðir og uggar meg; hon gevur andanum dúvuveingir, hátt yvir heiminum hvíli eg. Eg eri Guds barn; og bankar deyðin á dyrnar, ikki eg óttist tó; mín sál er frelst, endað er øll neyðin, tá Jesus fyri meg gav sítt blóð. Josef Grytzell (Svør.), ( Danielsen týddi). Í tí Kletti, sum brast fyri meg, mín sál nú kann hvíla so trygt; fyrr var ófriður, stríð altíð sál míni í, men nú livir hon glað, uttan frykt. Niðurlag: Í tí Kletti, sum brast fyri meg, er eitt skýli, ein borg fyri meg, fyri teg; gongur bylgjan enn há, einki ilt kann meg ná í tí Kletti, sum brast fyri meg. Í tí Kletti, sum brast fyri meg, eg lív fyri sálina fekk; í hans blóði, sum rann, har eg heilsubót fann og fekk frið, eg, sum friðleysur gekk. Úr tí Kletti, sum brast fyri meg, rann frelsunnar streymur hin dag; eg fekk gleði og troyst, bundna sál mín varð loyst, og tí lovar hon Harranum glað. ( Danielsen týddi). Harrin er mín hirði góði, einki gott mær fattast tá. Hann meg tryggan letur liggja sínum grønu eingjum á. Leiðir meg at hvíldarvøtnum, lívgar mína troyttu sál, og hann leiðir meg á røttum veg fyri navns síns skuld. Og um eg so enn skal ganga gjøgnum deyðaskuggans dal, óttist eg tó ongum fyri, tí tín hond meg leiðir væl. Keppur tín og stavur ugga, hvussu enn ið leiðin ber, tí tú leiðir meg á røttum veg fyri navns tíns skuld. Fyri mær tú reiðir borð títt, meðan fíggindin tað sær, tú mítt høvur salvað hevur, og mítt bikar ov fult varð. Einki uttan gott og náði mær skal fylgja dag um dag, og tú reiðir mær bústað har fyri navns tíns skuld. Brynleif Hansen, Tá mín sál var í neyð og var andliga deyð, tá langt burtur frá Gudi eg stóð, tá eitt ljós skein so bjart inn í myrkrið so svart, og eg hoyrdi eitt gleðiligt ljóð. Niðurlag: Við mín kross, við mín kross finnur sál tín eitt pláss, har hon leggja kann byrðina av; har er friður hjá tær, har eg straffina bar og mítt lív fyri syndarar gav! Eg í blindleika gekk, meðan dómurin hekk yvir mær, inntil ljósið upp rann; men ein dagur kom, tá eg fekk Jesus at sjá, og í kærleika talaði hann. Nú er endað mítt stríð, og tann neyð, eg var í, allar ævir til gleði er vend; eg lívssólina sá og ei óttast kann tá, nú tey friðarboð eru mær send. ( Danielsen týddi). Ella Eg vil syngja um mín Harra, hann, sum gav seg fyri meg, sum frá síni dýrd í Himli her til krossin boygdi seg. Niðurlag: Ja, eg syngja vil um Jesus, tí hann doyði fyri meg! Fyri meg úr synd at frelsa hann á krossinum gav seg. Eg fortaptur var, hann fann meg, fann tann seyð, sum vilstur var, til sítt bróst hann eymt meg legði, frið í hjartað gav hann mær. Eg var særdur, hann meg grøddi, og av synd mín sál var mødd, eg var blindur, eg var ræddur, frið mær gav hans milda rødd. Og um myrkar stundir koma, og um sorgir tyngja meg, Jesus fylgir mær tó altíð, leiðir meg ein tryggan veg. Hann skal halda mær til endan, til eg fari foldum frá; heimið har í høga Himli skal eg tryggur, sælur ná. Rowley (Amer.), ( Danielsen týddi). Eg ferðist við Gudi, bert eitt stig í senn. Í kærleika hans, tó í heiminum enn. Hví hugsa um morgin? Liv tú bert í dag. Við Gudi hvønn dag geri eg ferðalag. Mín vegur er smalur, men heimá hann ber, í Jesusar skugga, hvør ótti burt fer. Mín andi hann mennist, hvønn dag, hvørja stund, tí Jesus meg leiðir til heimlandsins fund. Red Harper. ( Zachariassen týddi). Eg elski syngja henda song, síðan eg frelstur varð, um endurloysaran, mín kong, síðan eg frelstur varð. Niðurlag: Síðan eg frelstur varð, síðan eg frelstur varð, eg vil prísa navni hans, síðan eg frelstur varð, eg vil prísa mínum Frelsara. Hans friður fyllir nú mítt bróst, síðan eg frelstur varð; hans samband ger mær lívið ljóst, síðan eg frelstur varð. Hans Andi nú mær vissu ber, síðan eg frelstur varð; og ótti, ivi burtur fer, síðan eg frelstur varð. Eitt heim eg veit, sum bíðar mær, síðan eg frelstur varð; eg verði allar ævir har, síðan eg frelstur varð. Edvin Excell (Amer.), ( Danielsen týddi). Fyrr var øll mín trúgv á Jesus ótrygg eins og havsins vág; nú eg sang í trúargleði, nú í iva nívdur lá. Niðurlag: Á tann friður, Jesus gav, hvíla, sum mær ókend var! Ljós er leiðin vorðin nú, tí eg meiri trúgvi tær. Tí hann bað meg koma nærri, ivan, óttan tagna bað, og tá í hans hond eg leit meg, gjørdist tyngda sálin glað. Stund um stund á hann at líta, minni batar ikki, nei! Vónrík, ljós og løtt tá verður áður dapra, tunga leið. Frelsari, tín hond mær heldur dag um dag á tínum veg, og mín sál er full av gleði, tí tú livir, ikki eg! Blackmer (Amer.), um ( Danielsen týddi). Hann kann aldri, aldri svíkja; meiri er hann vorðin mær, enn í øllum ljósum dreymum hjartað kundi hugsað sær. Og sum eg hann longur kendi, so eg meir hann trúgvan fann, og tí leingist mær, at onnur skulu koma at kenna hann. Hann kann aldri, aldri svíkja; tá í syndini eg lá, tók hann skomm og straff og pínu, legði alt seg sjálvan á. Og hans kærleiki, tað veit eg, líka heitur er í dag; leidd av honum, við hans síðu, gongur sál mín trygg og glað. Hann kann aldri, aldri svíkja; skjótt hann kemur eftir mær; andi hans og orð, tey vitna, at hans koma nú er nær. Og um spottarar enn siga: Hvar er lyftið vorðið av! hvílir tó mín sál, mítt hjarta í tí orði, hann mær gav. Green (Amer.). ( Danielsen týddi). ( ). Á hin ríka, fría frelsa, náðidjúp, sum ómált er, kelda rein, sum aldri tornar, undurfult, hon flýtur her! Niðurlag: Hon flýtur her, hon flýtur her, undurfult, hon flýtur her, kelda rein, sum aldri tornar, undurfult, hon flýtur her! Undurfulla Harrans miskunn, at ein syndari sum eg skuldi smakka slíka náði, kenna slíkan lívsins veg! Jesus, eg títt navn tilbiði, vitni um tín kærleika! Hvar mín fótur stígur, lat meg vitna frítt um náðina! Mary James (Amer.), ( Danielsen týddi). Eitt friðleyst stað var verðin mær, inntil eg Jesus fann; ta byrði, ið mítt hjarta bar, tók hann, og eina hann. Ja, deyði, synd og dómur lá so tungt á míni sál, og onga leið eg sá mær tá til sæla endamál. Men sum ein stjørna upp steig hann, og har við Jesu kross mítt syndatyngda hjarta fann eitt ævigt hvíldarpláss. Og í hans ljósi vil eg nú her ganga mína tíð og við hans hjarta eiga bú har endaði mítt stríð. Hans navn er vert at vitna um; tað nú mín gleði er at bera boð um Jesus, sum meg frían, glaðan ger. Victor Danielsen, Á náði, rík og dýrabar, ið frelsti meg, eitt vrak. Tá vilstur eg og blindur var, Gud myrkrið burtur rak. At óttast náðin lærir meg, men fryktin flýggja má. Hvør søt var náðin, fyrsta eg í trúnni Jesus sá. Í snerrum og á vandaveg, men tryggur higartil. Tað náðin var, ið leiddi meg, og heim meg leiða vil. Tá prís vit sungið hava har í Himli, túsund ár, tá skal tað tykjast, sum tað var, vit byrjaðu í gjár. John Newton (Ongl.), ( Zachariassen týddi). Søt og sæl eru Harrans orð, undurfull lívsins orð, hann við orðinum reiddi borð undurfull lívsins orð! Einki kundi metta hjartað uttan hetta. Signaðu orð, lívsælu orð, undurfull lívsins orð! Leingi søkti eg lívið, har sum eg tó einki fann, visti ei, at tað var mær nær, sá ei, at keldan rann, visti ikki, at orðið lívið hevði mær borið. Himmalsku orð, heiløgu orð, undurfull lívsins orð! So ein dag Harrans orð eg fann, sum mær til frelsu varð; lívið longu á fold eg vann, sælu í ævir har; alt hitt gamla er svunnið, frelsu havi eg vunnið. Tað ger Guds orð, lívsæla orð, lívsins hitt dýra orð. ( Danielsen týddi). Ein søga er, sum gleðir meg, kær míni sál hon er; hon tendrar ljós á myrkum veg, tó gomul, nýggj hon er. Niðurlag: Tó gomul, nýggj hon er, tó gomul, nýggj hon er; hin krossins søga søt, tó gomul, nýggj hon er. Hon er hitt orð, at, Jesus, tú til krossins deyða gekk, so eg kann eiga lívið nú, og frið mítt hjarta fekk. Hitt orð, at Jesus krossin bar og doyði í mín stað, so eg skal hann tilbiðja har ein endaleysan dag. Á kærleiki, sum málist ei, á náði, rík og frí, sum kom í henda myrka heim og stríddi hetta stríð! Williams. ( Danielsen týddi). ?Halleluja? syngur í mínum hjarta, meg Jesus frelsti, sál mín er frí, burtur er nú myrkrið, tí sólin bjarta birti ?ljós á kvøldartíð?! Niðurlag: Halleluja, eg elski Jesus, tað er so herligt at kenna hann, á, kom til Jesus, hann vil teg frelsa, ein fullan frið einans hann tær geva kann. Verðin roynir sálir til sín at draga, men aldri gav hon hjartanum frið, einans Jesus fult út kann sálir gleða, í lívi og í ævir við. Undurfult og stórt er Guds barn at vera, hann gevur kraft til sigur hvønn dag, hvørja byrði býður hann sær at bera, syng, mín sál, í gleðilag. Syng, á syng tú frelsti um hesa gleði, sum tú ein dag á Golgata fann, latið lovsong brúsa á himmalvegi, prís til hann, sum sigur vann! Háberg, Tann, í skjóli hins hægsta er, har hini signaðu hvíla, býr í skugga hins alvalda, um náttarstormarnir ýla, sál mín hevur við Harran sagt: Bústaður mín og mín borg, kletturin, ið eg líti á og kastaði á mína sorg! Sál hins einsliga frelsir hann út úr freistarans gørnum, hvørja snerru hann slíta skal, sum er ætlað hans børnum; verja tín er, at Gud er nær, ódnin ei náa teg kann, undir hans veingjum finnur tú lívd, tín brynja, tín skjøldur er hann. Pestur sníkir í myrkri seg fram, sóttin á deginum flýgur, ræðslan herjar tey túsund heim, mansættin suffar og líður; kríggið drívur á reyðan hest, deyðin í hølunum er still, á mín sál, tað skal ei ná tín friðfulla bústað her! Tú í skjóli hins hægsta ert; hann hevur mátt, hevur megi, aldri, aldri hann sleppir tær, hvørki á nátt ella degi; falla túsund enn runt um teg, tætt hjá tær tíggju ferð tað, Harrin, hann senda skal eingil sín at verja teg á tínum stað. Villdýr, sjúkdómur hótta teg, havið og bylgjurnar brúsa; tú ert vardur av armi tí, sum kann hvønn fígginda knúsa. Áðrenn vreiðinnar mál er fult, tekur hann dúvuna heim, inn um portrini skínandi, til æviga gleði og gleim. Jørgen Santon (Danm.), ( Danielsen týddi). Um kærleikan, meg søkti, sum deyður var í synd, um náðina, sum vann meg, læt upp tey eygu blind, um miskunn, høga, djúpa, sum havið breitt og vítt, sum Himmalin ómáldan skal syngja hjarta mítt. Niðurlag: Søtari hvørt ár, sum fer, søtari hvørt ár, sum fer; rík er Jesu náði, meir, enn sagt eg fái søtari hvørt ár, sum fer. Eitt sinn hann gekk her niðri, og fólkið trongdist tá í síni neyð umkring hann frá honum hjálp at fá; hann grøddi hjartabrotin, tey falnu reisti hann; og eg prís veri honum! ta somu náði fann. Á undurfulla náði, sum toldi fyri meg ta sváru krossins angist, ta kvøl á deyðans veg! Við heiløgum í Himli um hann mín songur er; kom, alt, sum livir, andar, kom prís hans navni ber. Morris (Amer.), ( Danielsen týddi). Ges-des. Í syndini eg blindur lá; men nú mítt eyga sær, meg Kristus fann á lívsins leið, hann livir nú í mær. Niðurlag: Kristus livir í mær, Kristus livir í mær, signing rík og náði stór, at Kristus livir í mær. Sum sólarljósið lívgar fræ, sum lagt í akur varð, so bar mær Kristus ljós og lív, nú livir hann í mær! Til blómu veksur lítla fræ, til áir keldufar, og eg má, Harri, undrast á, tín Andi býr í mær! Á, Harri, lat meg dag um dag bert tráa eftir tær, at eg alt meir tær líkjast má, sum livir nú í mær. Íslendskur. ( Háberg týddi). Eg so leingi í myrkrinum viltist, og hvør dagur var dapur sum nátt; men eitt undurfult ljós upp er runnið, og tað stígur hvønn dag meiri hátt. Niðurlag: Runnið upp er eitt ljós fyri mær, og um kámt enn mítt eyga tað sær, er tó land fyri stavn, og úr ævigu havn klárnar ljósið hvønn dag fyri mær. Ár í freisting um bak eru farin, syndagleðin er tóm mær í dag; Jesu hond meg mót ljósinum leiðir, sum so undurfult eg havi sæð. Tá ið ferðin er endað, og svunnin er hvør sorg, sum her hjarta mítt bar, skal eg ljósið so undurfult skoða við teim vinum, sum bíða mær har. ( Danielsen týddi). ?Í tær vit hvíla? skjøldur vár og verja í tíni styrki, tíni eymu trygd, við tær ei einsamallir fram vit herja á teg er øll vár vón og styrki bygd. ?Í navni tínum?, trúnnar upphavsmaður, tí navni, sum av øllum nøvnum ber, tú ert vár rættvísi, vár grundarstaður, tú dýrdarprinsur, kærleikskongur er! ?Í trúgv vit fara? sjálvir, á, so veikir, vit krevja størri náði dag um dag, í hjarta trúgvin sigursong tó kveikir, í navni tínum herja vit avstað. ?Í tær vit hvíla? skjøldur vár og æra, títt stríðið er tín dýrdin verða skal! Tá vit um føgru perluportur fara, er stríðið vunnið alt í ævir væl! Edith Cherry. ( Háberg týddi). III. II. Djúpa, ríka Jesu náði, botnleys, ómáld, sterk og frí, víð sum havið, ið ei tømist! Hana søkkur sál mín í. Undir mær og rundan um meg er hitt stóra náðihav; fram hon leiðir, heim hon leiðir, til ta hvílu, Harrin gav. Djúpa, ríka Jesu náði! Ber frá strond til strond tey boð, at hans náði ei umskiftist, at hann elskar, elskar so, at hann aldri gloymir síni, doyði til at frelsa tey, biður fyri teimum altíð, bjargar teimum út úr neyð! Djúpa, ríka Jesu náði, dýra, søta Jesu navn, hjartans størsta, besta lukka, sálarinnar trygga havn! Djúpa, ríka Jesu náði, himmal her á jørð hjá mær! Upp til dýrd hon meg skal lyfta, ævigt goyma har hjá tær. Samuel Trevor Francis (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg veit ein veg, sum leiðir til sæla Himmalstað; víst ber hann gjøgnum myrkur og royndir mangan dag; men til hitt ljósa landið tó trygt og væl hann ber; hin vegur Jesus er, hin vegur Jesus er. Eg veit ein frið, sum varir, tann dag alt annað brast, sum fyri gull ei keypist, ei fyri pening fæst; hann er ein náðigáva, sum Faðir mín mær ber; hin friður Jesus er, hin friður Jesus er. Eg veit ta kraft, sum grøðir eitt sært og brotið sinn, sum veitir hvíld og leiðir í hjartað gleði inn, sum meg kann varða reinan á øllum vegnum her; hin kraftin Jesus er, hin kraftin Jesus er. Eg veit eitt mál, sum veittrar so fagurt móti mær, og skjótt skal slørið bresta, so eyga mítt tað sær; tað skeið er vert at renna, sum mót tí máli ber; hitt mál Guds ríki er, hitt mál Guds ríki er. Hildur Elmers (Svør.), ( Danielsen týddi). Fyrr eg gekk við heimsins børnum, sum ei kendu til Guds frið, hóast eg ei sjálvur vildi, tó eg mátti fylgja við. Einum fremmandum eg møtti, og hann tók í mína hond. Tá eg sá, at tað var Jesus, har vit knýttu vinarbond. Niðurlag: Hann kann loysa hvørja kreppu, hann tann sami er í dag, hann vil loysa hvønn tín spurning, um tú bert vilt loyva honum tað. Tá eg stóð við tronga portrið uttan mál og uttan mið. Allir spurningar so fløktir, eins og aldri eg fekk frið. Har eg Frelsaran sá standa, og hann smíltist blítt til mín. Har hann gav mær sína frelsu. Um tú vilt, hon verður tín! Gekk eg enn í deyðans dali, sorg og sút meg niður breyt. Allir vinir vóru burtur, teir, sum eg so fast á leit tá eg hoyrdi Jesus kalla út úr myrkrinum á meg, og hann segði blíður, mildur: ?Jú eg kennast vil við teg!? Lee Fisher. (Jóannes Hansen týddi). Tóat bylgjan, vill og há, brýtur veika skip mítt á, frið eg eigi, tí eg veit, er enn royndin hørð og heit, akker mítt er sterkt og dygt, liggur allar ævir trygt. Niðurlag: Akker mítt, tað halda skal; blás so, villi stormur, her á mítt skip, tó veikt tað er! Tí mítt akker aldri fer, tað er trygt og fast, er trygt og fast. Streymur sterkur kring meg er, djúpið loyndan vanda ber, loftið dimma skýggj so svørt, eingin lýsir stjørnan bjørt; akker mítt fer ei úr stað, ódnin hørð ei vikar tað. Neyðin tung kann hjartað ná, royndir svárar troðka á, vandafull er lívsins kós, freisting dimmir bjarta ljós; trygt eg stýri myrku leið, akker mítt, tað svíkur ei. Martin (Amer.). ( Danielsen týddi). III. Eg veit ei, hvat í morgin er, í náði Gud tað ókent ger; hann elskar, hann eg líti á, á vegi hans eg frið skal ná. Niðurlag: Hann leiðir meg, hann vegin sær, hann varðar meg, fer ei frá mær; júst sum hann vil, so gangi eg, tí, á, eg veit, hann leiðir meg. Eg veit ei, hvussu, nær og hvar hann lyfta krossin vil av mær; bert tað eg veit: Tá hann tað ger, ein ævig krúna goymd mær er. Mín leið er stundum tung og brøtt, og sorgin tyngir hjartað møtt; men eitt eg veit: Eg vinna skal og Himmalheimið náa væl. Charlotte Homer. ( Danielsen týddi). Eg veit ein hirða, sum røktar sín seyð, og hann er mín, konganna kongur í lívi og deyð, ja, hann er mín. Hvussu hann elska ein syndara man, og vera mín, aldri í ævir tað fata eg kann, tó er hann mín. Niðurlag: Hann er mín, hann er mín. Um tað er undurfult, er tað tó satt, at hann er mín. Frelsarin, Jesus, av Himlinum steig, og hann er mín, verdur ei eri eg, tað sum hann leið, men hann er mín. Óuppiborið, nú í mær hann býr, og hann er mín, aldri hann sleppa skal honum, ið trýr, tí er hann mín. Komin úr erva ein talsmaður er, og hann er mín, kærleika Guds opinberar hann her, at hann er mín, dýrmetir Kristus og stóran hann ger, á, hann er mín, vitnisburð við mínum anda hann ber, at hann er mín. Austin Miles, ( Zachariassen týddi). III. Eg veit, at Faðir mín, hann sær tann storm, ið leikar móti mær; hann reka kann hvørt skýggj avstað og broyta myrku nátt til dag. Niðurlag: Hann sær, hann sær tann storm, ið leikar móti mær; hann sær, hann sær og hørðu ódn at tagna fær. Eg veit, at Faðir mín, hann sær hvønn sting, hvørt sár, mær givið varð; við eymu náði síni hann mítt særda hjarta grøða kann. Eg veit, at Faðir mín, hann sær hin dag, ið ferð mín enda fær; á, lat ta stund meg finna tá sum tann, ið heilt tær hvílir á! Henry. ( Danielsen týddi). Harrin, vár verja, vár hjálp og í trongdum ein styrki! Navn hans tí rættvísa er her í stríðnum eitt virki; Harrin er nær, Harrin jú stendur við tær ljósni tí dagurin myrki! Harrin er við tær, sum skuggi tín hjá tær hann stendur; Harrin, ið varðar teg, vigar alt tað, sum teg hendir; alt, sum her tær møtir, hans eyga jú sær, alt tær til besta hann vendir. Hjálp tín, mítt hjarta, tær Harrin, tín Faðir vil vera, ævigi armurin uppi hans fólki skal bera; fótur tín ei snáva skal á síni leið, einki tær skaða skal gera. Harrin vil varða teg bæði á nátt og á degi, skuggi í hita hann er tær og gevur tær megi; dúrar hann ei, Ísraels vaktari, nei! Veri tí hjarta títt fegið! Lyft upp, mítt hjarta, títt eyga til Harran, tín Faðir, upp, upp um fjøllini! Alt, ið tær forðar og bagir, lætna vil tá, byrðin, ið hvílir tær á, alt, ið teg nívir og ræðir. Inngangur tín skal av Harranum varðaður verða, einki í útgangi heldur tær skaða skal gera; vald hans og makt, so sum hans orð hevur sagt, sál tíni verja skal vera. Jákup Olsen, Kærleikans Hirði, á, leið okkum milt á grønar fløtur, til vatnið so stilt! Trygt vard av tær okkum sakar ei ilt, aldri vit villast frá tær. Niðurlag: Aldri, aldri, aldri, nei, aldri vit villast frá tær; aldri, aldri, aldri vit villast frá tær! Fjali tá skýggj bæði himmal og jørð, komi tá náttin og ódnin so hørð slepp okkum aldri, nei trygt okkum før! Tá vit ei villast frá tær. Eru vit veik, ver tú styrki vár tá, varðveit í eyðmýkt várt hjarta tær hjá, inntil várt eyga í dýrd teg skal sjá aldri vit villast frá tær! Griswold. ( Danielsen týddi). E-gis. Tung eru stig á fjøllunum her um hetta deyðans landið; Jesus, leið meg á hesi ferð! So dvínar allur vandi. Leiðin gongur til lívsins land, um mangan illgongt var; har er eingin, sum kyndir brand, og gleðin ei endar har. Lívsins landið eg hómi brátt, til hetta eg meg gleði; tá er burtur øll heimsins nátt, har aldri skýmir á degi. Lívsins landið er dýrdarríkt, so mikið fata vit her; einki á fold er tí landi líkt, har sálarvón okkara er. Góð ein verulig hvíla er fyri likam og sinnið; Jesus, meg til ta hvílu ber! Sjálvur eg ei hana finni. Jesus, ber meg tey síðstu stig inn í títt ríki har! Tá er komið á mál og mið, og líkur eg verði tær. Óli Reinert, Av náði sá eg, hvat eg var: Ein syndari í váða, sum lívið móti deyða bar, sum dómur vildi náa. Av náði eri eg í dag eitt gudsbarn, frelst av náði, sum Jesus ger til reiðar stað, sum arv við honum fái. Og hvør mín lutur verða skal á foldum Gud hann sendir; og hann, sum altíð vil mær væl, mær alt til besta vendir. Frederik Koed (Danm.) ( Danielsen týddi). Harðir ódnarstormar ýla rundan um eitt vrak. Vónleyst rekur tað so skjótt í havsins favnatak. Niðurlag: Gleðiboð um Jesus hoyrast tá so greið: Eg teg verji, til tað lýsir, eg kom at frelsa, óttast ei! Lat bert sjógvar bróta, myrkjast tína leið. Eg teg verji, til tað lýsir, eg kom at frelsa, óttast ei, ja, eg teg verji, til tað lýsir, eg kom at frelsa, óttast ei! Pøstir hokna sterkir sjómenn mitt á dekkinum. Men hvør gleði, tá ið Jesus heilsar vrakinum. Millum brot og bylgjur søkka menn, til dóm og bann. Gleðiboðskapin teir hoyra: Kristus frelsa kann. Daniel Whittle (Amer.), ( Zachariassen týddi). Tá sálin var mest í váða, kom Jesus, og hon varð glað; hann hevur meg arma náðað við Golgata kross á knæ. Mítt stolta, hástóra sinni varð dømt, tá eg skilti tað, at friðin eg eina finni við Golgata kross á knæ. Um vandar meg mangan hótta hin tunga, hin dapra dag, eg leggja kann burt mín ótta við Golgata kross á knæ. Hvar kann eg í øllum varða mítt mót og ei missa tað? Ei annað eg veit at svara: Við Golgata kross á knæ. Hvar finni eg mátt at liva? Og stríðið, hvar vinnist tað? Hvar leggi eg burt hvønn iva? Við Golgata kross á knæ. Ja, har bert eg ávøkst beri bert, bert á tí eina stað; eg sigrandi, glaður eri við Golgata kross á knæ. Levinsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Á Jesus! Søt tey tár, eg græt við krossin tín á knæ, tá tína sorg eg sá, og at í mín stað bart tú tað! Mítt hjarta blotnar, tá títt blóð eg síggi renna har; tá vitnar náðirødd tín góð, at fyri meg tað var. Tí fyri gudleys doyði tú, ja, syndarar sum meg, og Andi tín ber vitni nú, at frelstur eri eg. ( Danielsen týddi). Hevur tú á Harran trúð? Altíð meir er eftir; kennir náðivegin tú? Altíð meir er eftir. Uppi aldri náðin er altíð meir er eftir; frítt tær Harrin frið sín ber altíð meir er eftir. Niðurlag: Meir og meir, meir og meir, altíð meir er eftir ómáld náði, hvønn dag nýggj altíð meir er eftir. Hevur tú kent Jesus nær? Altíð meir er eftir; býr hans troyst í brósti tær? Altíð meir er eftir. Vísti kærleik sín tær hann? Altíð meir er eftir; har sum náðikeldan rann, altíð meir er eftir. Hevur Andans mátt tú roynt? Altíð meir er eftir; milt hann virkar, tíðliga, seint altíð meir er eftir. Dýr er Andans fylling sterk altíð meir er eftir; dýrabart er Andans verk altíð meir er eftir. Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Ein vinin eg fann, ein, sum sá mína neyð, sum sendur til frelsu mær var; ver treystur og miss ikki mótið! hann beyð, og vónloysið veik burt frá mær; tá Jesus eg sá, burt óttin fór tá, við smíli hans skuggin burt svann; eg kundi ei ivast um sigur at fá, tí fíggindan sigraði hann. Niðurlag: Ein trúgvan vin eg fann, ein trúgvan vin eg fann; hvønn lívsins dag á hvørjum stað ein trúgvan vin eg fann; ein trúgvan vin eg fann, ein trúgvan vin eg fann; lít tú hann á! Ei kanst tú fá so trúgvan vin sum hann. Hann hjálpti so mongum, men mest, mest tó mær, sum sjúkur og fátækur lá; og hvør, til hann leitar, hann hjálpina fær, sum hjarta hans tráar at sjá. Eg søkti og fann, eg sá, at hvør tann, sum trýr, kemur tryggur í havn; eg stríddi so leingi, men sigur eg vann við trúgv á Guds Son og hans navn. Nú royni eg eyðmjúkt at ganga ta leið, sum Meistarin gekk fyri mær, og slættað er gøtan, tí hann hana steig, og tryggur eg ferðast kann har; tað, fyrr var ov hart, hann hevur meg lært at gera í trúnni á seg; Guds vilja at gera er vorðið mær kært ja, sál mín fann friðarins veg. Booth (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ein gleði stór, at barn hjá tær, mín Jesus, eri eg! Til krossin tín eg halli mær á, søtt at eiga teg! Tú lær meg ganga sannleiksveg og altíð fylgja tær, á, lat meg skína fyri teg, ja, tú ert alt hjá mær! Tú hevur elskað, og tú ger tað sama enn í dag, og boð tú ynskir, barn títt ber um teg og um tín stað. Tað er ein gleði, lukka stór at vera barn hjá tær, á tú, sum heim til Himmals fór ein stað at vinna mær! Nicolina Frederiksen, f. Trondesen, Vit vita ei, nær stundin er, sum boð um deyðan kalda ber; nær hann sítt andlit vísir her hvør kennir tað! Vak tí, mín sál, til reiðar ver hvønn dag, hvønn dag! Halt fast tað, sum er gott og rætt, slepp øllum, sum er tómt og lætt, við sonnum hjarta trúgvur statt, ger hjørtu glað! Í Himli savna tær tín skatt hvønn dag, hvønn dag! Rættvísur, góður er jú hann, sum doyði her, men deyðan vann; eg bústað mær hjá honum fann í lívsins stað, sum fyri mær nú opnast kann hvønn dag, hvønn dag. Á ljóssins hæddum uppi har hann taka skal ímóti mær, eg hvíla skal lívsánni nær og lívsins træ; mín sál, hans kall kann náa tær hvønn dag, hvønn dag! Timothy Poland. ( Danielsen týddi). Vetur var í mínum hjarta, liðin summardagur var, tagnaður var gleðisongur, fryst og deyð hvør rósa har, skuggarnir, teir dimmu, longdust, náttin yvir degi vann, sorgarinnar eiturpílur djúpt í hjartarótum brann. Nú til Gud eg vildi koma, men tó ikki, sum eg var, ikki armur, skuldarbundin, ei við byrðini, eg bar; ikki mína synd eg vildi leggja fyri Harrans fót heldur mína dygd og lýdni, mína iðran, bøn og bót. Men alt djúpari varð myrkrið, í mær, um meg, alt var nátt, og í náttini eg hoyrdi dómsins storm og toruslátt; synd var alt, sum fyrr eg hevði roknað gott og stórt og sterkt, hjartað, sum eg gott helt vera, bar nú deyðans ávøkst bert. Men tá niðri við hans føtur sum ein syndari eg lá, hann ósigiliga mildur eymt í náði á meg sá; lívið nýtt kom í mítt hjarta, og hann tók meg í sín favn, gav mær frið og fyrigeving, barnarætt og barnanavn. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Samband undurfult, gleði fyllir meg, hildin trygt í Guds Jehovas hond, ríku signingar, friðin eigi eg, hildin trygt í Guds Jehovas hond. Niðurlag: Hildin, hildin trygt, tá meg hótta álop vond, hildin, hildin, hildin trygt í Guds Jehovas hond. Lívssæl ferðin er mót tí fagra stað, hildin trygt í Guds Jehovas hond, ljós á leiðini veksur dag um dag, hildin trygt í Guds Jehovas hond. Skal eg óttast, tá fryktin burtur er, hildin trygt í Guds Jehovas hond? Fullan frið við Gud, sum meg uppi ber, hildin trygt í Guds Jehovas hond. Hoffman (Amer.), ( Háberg týddi). Eg droymdi um lukku, um friðin at ná í heiminum her eina tíð; hvør lukka í sálini kann halda á, tá Jesus ei býr henni í! Mær vantaði nakað, eg visti ei, hvat; men millum tey glaðu eg friðleysur sat her á foldum. Eg søkti og søkti, men gleðin, eg fann, ein skuggi og dreymur bert var; og burtur sum luftsjón í oyðimørk svann hin lukka, ið tyktist so nær. Eg kendi meg standa á svíkjandi grund, og friðloysið øktist bert stund eftir stund mær í brósti. Tá hoyrið, tit treingjandi, hoyrið meg tó, og prísið tí vini, eg fann tá hoyrdi mítt hjarta eitt gleðiligt ljóð, og dagur í sálini rann: Hygg, fullgjørt er alt, ja, fullgjørt fyri teg, tí alt, sum teg nívir, tók Jesus á seg alt er fullgjørt! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Tað livir ein songur, eitt undurfult lag, sum er sokkið mær djúpt í mítt sinn, sum fyllir mítt hjarta, ger ljósan mín dag tí ein Himmal er komin har inn. Tann song kann eg syngja, so ofta eg vil, tí alsamt hann í hjarta mær er; og eym er hans rødd, sum meg kallaði til sær ein vitnisburð fram bera her. Ver treystur! hann sigur; tí sælan er tín, sum á krossin tær vón hevur bygt; lat Andan teg mynda til tænara mín, hvíl teg á mínum lyftum bert trygt! Ein dag eg við Guds børnum syngja skal, har sum øll gøtan av gulli er løgd, tá frígjørdi andin mín Frelsara sær, hoyrir orð, sum ei her eru søgd. Hjalmar Ruud (Noreg). ( Danielsen týddi). Stór er tín trúfesti, á, Gud, mín Faðir, tað er ei broytandi skuggi hjá tær. Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði; tú ert hin sami, sum áður tú var. Niðurlag: Stór er tín trúfesti, stór er tín trúfesti, nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær. Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið, stór er tín trúfesti, Harri, mót mær. Summarið, veturin, várið og heystið, sólin og mánin og stjørnurnar við, náttúran eisini prógvar hitt sama: Gud er í trúfesti við vára lið. Øll syndin goldin er frelsunargleðin fremur í hjarta ein lovsong til tín, styrki og vón fyri nútíð og framtíð, náði og signingar flóta til mín. Thomas Chisholm (Amer.), (Líggjas á Váli týddi). Á hesa grund eg byggi: Á Kristus og hans deyð, í skugga krossins liggi; har er mín vernd í neyð. Har lív og sælu fann hon, mín virðileysa sál, har hvíla ævigt kann hon og náa trygt á mál. Ei kann meg myrkrið saka, tá Jesus ljós er mær; hvør kann úr hond hans taka tann vin, hann goymdi har! Ei hungur, svørð og eldur, alt deyðans ónda verk, kann oyða, tá hon heldur, hin guddómshondin sterk. Ei Satans vald kann gera, at náðin missir makt, ei tað, sum nevnt kann verða, fær brotið hesa pakt; nei tann, sum út úr vanda fann inn í hesa havn, skal ævigt tryggur standa í trúgv á Jesu navn! Týskur. ( Danielsen týddi). Sæl er mín sál nú og alla tíð, hvílir við krossins fót, Jesus gav hjarta mínum frið, frelsu og sálarbót. Niðurlag: Sæl er mín sál, sæl allar ævir, sæl er mín sál, hvílir við Kristi kross. Sæl er mín sál myrkrið svunnið er, bondini eru loyst. Tyngda sál, kom og fá í dag frelsu og frið og troyst! Sæl er mín sál hvør ein stund, sum fer, ber mót tí ljósa stað. Sorg og stríð alt er burtur tá, undurfult verður tað! Chas. Moody. ( Háberg týddi). Í syndamyrkri gekk eg í dagar og í ár, ei hjálp, ei lætta fekk eg, mín sál var sjúk og sár; tá tók meg frelsarhondin og inn í ljósið bar, og Jesus mær alt gav við sær. Í trúnni nú eg livi og eigi vón og frið, Guds lyfti mær er givið, hans hjálp hvørt lívsins stig; Guds Himmal er mítt heimland, og á ta ljósu strond meg flytur skjótt Frelsarans hond. ( Danielsen týddi). Hátt á einum kletti ein viti stóð, gav sær ikki far um fjøru ella flóð, grundaður á hellu, tryggur stóð hann har, kastaði sítt ljós bæði fjart og nær. Um á vetri brimið í bergið stóð, kavarok og regn og vindur vitan sló. Og um summarlýkkan kíndi vitans brá, skein hann líka trútt yvir havsins vág. Millum riv og vandar, á veg til lands, mong ein skúta takksom vitanum gav ans. Sóu teir hann skyggja, stýrdu teir hans leið, vandaleys var skútan og kósin greið. Eins og hesin vitin á myrkum veg, Jesus vil, at tú skalt lýsa fyri seg. Mangur er í vanda, mangur einki sær, lýs tí fyri hann bæði fjart og nær. Zachariassen, f. Eg í einsemi dvølji hjá Jesus og hvíli við bróst hans so trygt; har eg sorgtungur troystaður verði, hjá honum burt svinnur øll frykt; eg í einsemi dvølji hjá Jesus, njóti hansara dýrd eina stund; á, hans sólljós tá undurfult treingir í hjartans innastu grund! Niðurlag: Eg var vónbrotin, móður og tungur, eftir hvílu longdist mær; hana fann eg í Jesusar ørmum á, sáligt at hvíla har! Skal eg siga tær, hvat hann mær segði, tá eg tryggur við hjarta hans lá? Jú, hann talaði orð, sum burt tóku alt tað, ið lá sinninum á; hann hin fíggindan sló, sum meg trongdi, sum í freistingar meg hevur leitt, gjørdi syndina, deyðan til einkis nú alt gjøgnum Jesus er greitt. Tann, ið kemur til mín, eymt hann segði, eg koyri ei burtur frá mær; og hann dró meg so tætt til sítt hjarta, sum eg ongantíð áður var; tonk, hann segði, eg var honum kærur, og hvat goymt mær í Himlinum er; tí eg gleða meg kann sum ein fuglur, ið loystur úr snerruni fer. ( Háberg týddi). Sterk borg er Gud í lív og deyð, er vápn og fullgóð verja; hann bjarga skal úr trongd og neyð, sum nú á okkum herja. Vár gamli fíggindi út brynjar Helviti; í sterkum svikum hann ei javna finna kann í grimd og ilskuráðum. Um egin máttur álit er, á okkum brátt er endi; men fyri okkum berjist her tann, aldri aftur vendi. Varð spurt: Hvør er hann tá, sum slagið vinna má? Vit svara: Kristus gekk í stríðið, sigur fekk og fyri okkum sigrar. Um ilra anda mikla lið vil okkum oyða, fella, ei kann tað ræna váran frið, ei nakað oss kann bella; hin heimsins fúrsti ei nú ræðir okkum, nei, hann valdið hevur mist, og Harrin Jesus Krist við orðinum hann bindur. Tað orðið Satans herur má við skomm nú lata standa, og Harrin stendur okkum hjá við sínum Halga Anda. Um alt á fold var mist, vit eiga Harran Krist; hann ikki gloyma kann tann vin, sum hann sær vann og ríki hans vit eiga. Martin Luther (Týskl.), ( Danielsen týddi). Guds kærleiki er størri, hægri, enn pennur, tunga tolka kann. Sjálvt hægsta stjørna gongur lægri, og heilt til heljar røkkur hann. Hin falna mann hann aftur vann Guds sonar blóði við; tað barn, sum gleið á syndaleið, hann reisti og gav frið. Niðurlag: Guds kærleiki, so ríkur, skærur! Ei ævin verður ov long Guds kærleika, sum ævigt varir, at bera fagnaðarsong! Tá alt er svunnið sól til viða er farin sína síðstu ferð, og tann, sum her ei vildi biðja, til fjøll og heyggjar, neyðróp ber, tá varir við Guds kærleiki, ómetandi í hædd. Hin droyralind burt tekur synd og gleðir mansbørn rædd. Varð broytt til blekk hvørt hav á foldum og loftið alt til pergament, til penn hvart strá, ið vaks úr moldum, og skrivikynstur øllum kent, Guds kærleika at siga frá uppturkaði hvørt hav; frá brún til brún ei nóg nógv rúm alt himmalhválvið gav! Lehmann (Amer.). ( Háberg týddi). Við Jesu hjarta frið eg fann, sum verðin ei kann veita, í sárum hans eg finna kann ta hvíld, ið hvíld má eita; har fyllir meg á villum veg, hin trygd og ró, sum eftir eg so leingi havi leitað. Til eg ta lívsins keldu fann, eg gekk á turrum vegi, eg eftir tómum skuggum rann og søkti manga gleði; men eftir lá hin djúpa trá, og søkja mær hjá Gudi ráð, til tað var eingin megi. Men Harri, stór er miskunn tín, hon dró meg blinda dára, við náðikalli: Kom til mín! Her bøtist sorgin sára; kom, kenn hin mann, sum deyðan vann, og Gud við okkum eitur hann tá lætnar byrðin svára! Tín lítið virdi krossur er mær vísdómskelda blivin, tín beiski deyði lív mær ber, og vónloysið og ivin, sum tærdu meg á myrkum veg, tey eru, nú eg kenni teg, við alla niðurgrivin. Lat, Jesus, nú og alla tíð meg hvíla við títt hjarta, og lær meg djúpt at skoða í títt náðiljós hitt bjarta! Har bøtist skjótt mín sálarsótt, har verður særda sinnið grøtt, har svinnur náttin svarta. ( Danielsen týddi). Burt, verðin, mær av sál og sinni, hav sjálv tín lyst, hav sjálv tín leik! Eg altíð hava má í minni: Tú skjótt skalt fara upp í royk. Hvør elski, hvat hans lyst er til! Eg eina Jesus elska vil. Hann er mín ríkdómur og heiður, mín vísdómur, mín hjartatroyst, hin størsta gleði, sál mín eigur, hann hevur meg úr deyða loyst. Hvør elski, hvat hans lyst er til! Eg eina Jesus elska vil. Í sorgum verður hann mín gleði, so ei meg kúgar trongd og neyð, eitt ljós á hvørjum dimmum degi, hann svíkur ei í lív og deyð. Hvør elski, hvat hans lyst er til! Eg eina Jesus elska vil. Í veldi eingin er hans líki, tó verðin ei hann kenna vil; hans ríkdómur, hans ljósa ríki og øll hans ogn mær hoyrir til. Hvør elski, hvat hans lyst er til! Eg eina Jesus elska vil. Johann Scheffler (Týskl.), ( Danielsen týddi). Undir krossi lá hin leiðin harða, Jesus mátti ganga foldum á, hann ígjøgnum deyðan mátti fara, áðrenn lívsins krans hann kundi fá. Undir krossi gremja er og grátur, hjartans ynski doyggja ei so lætt, vætast eygað má, og tagna látur, áðrenn krossins leið vit læra rætt. Undir krossi kann tó hjartað smíla, tá tað eina Jesus elska kann, undir krossi kann tó hjartað hvíla, tá tað bert kann trúgva rætt á hann. Undir krossi verður krúnan vunnin, lívsins krúna, glitrandi og bjørt; hon ígjøgnum freistingar varð vunnin, gjøgnum tol, tá náttin mest var svørt. Undir krossi hvørt eitt gudsbarn gongur, tó á øll ei líka verður lagt, undir krossi ljóðar teirra songur, har tey tolin, sameint halda vakt. Men tá endað er øll krossins møði, málið nátt, og strítt hitt góða stríð, tá í Himlinum í frið og frøi, sálin hvíla skal í alla tíð. Wexels (Noreg), ( Danielsen týddi). Sum blóman fellur skjótt og følnar, so doyr og følnar alt á fold, skjótt bliknar kinnin reyð og kølnar, og moldin verður aftur mold; men hann, sum yvir deyða vann, gav teimum lív, sum elska hann. Og vei tá tí, sum fáfongt grundar á tað, sum ei er álit í, sum eina eftir hesum stundar, ið varir bert so stutta tíð! Á dáravón, sum endar brátt í troystarleysu, døpru nátt! Men sælur tann, ið vón sær byggir á aðra grund enn heimsins sand, tann sál, sum móti Himli hyggur og søkir har eitt fedraland! Ein staður stendur uppi har til tann, sum her ein gestur var. Grundtvig (Danm.), ( Danielsen týddi). (I). Dýra frelsa, dýra frelsa! Lívsins kelda opin er, rennur út til lond og tjóðir, sálarbót og grøðing ber; dýra frelsu, dýra frelsu fær mítt hjarta ævigt her. Opinberað er Guds náði; hygg, lívsvatnsins reina flóð rættvísger og endurloysir tann, sum dømdur, sekur stóð! Dýra frelsu, dýra frelsu veitir mær hin kelda góð. Ævigt lív, á foldum Himmal! Reistur tann, sum fallin var! Syndarum nú Harrin fagnar, veitir barnakor hjá sær; dýra frelsa, dýra frelsa, sum úr myrkri bjargar mær! Ivi, ótti, sorgir ikki kúga kunnu longur meg; trúgvin sær hin morgun ljósa, sær, mín Harri Kristus, teg! Dýra frelsa, dýra frelsa, Jesus gav mær ævigt seg! ( Danielsen týddi). Jesus, besti vinur ert tú vorðin mær eg vraki alt tað, sum fyrr meg fylti, tí nú alt hjá mær tú vera skalt! Fyrr meg heimsins hávi fylti, syndagarnið helt mær fast; til tín kærleika eg skilti, tá hvør fangaleinkja brast. Heimsins børn meg ikki skilja, teirra háð ei saka kann. Snarur tey mær leggja vilja, men við tíni hjálp eg vann! Hjá tær, Harri, trygt eg standi, lítandi á tíni orð. Skjótt eg síggi Himmallandið, gloymd har eru tungu spor. ( Háberg týddi). Eg skelvandi til Harran fór, tá tung var syndin, neyðin stór; so eymt hann talaði við meg: Eg doyði deyðan fyri teg. Niðurlag: Eg eigi aðra verju ei enn tað, at Jesus deyðan leið; hann syndir mínar tók á seg og doyði deyðan fyri meg. Her frið mítt arma hjarta fann, her sálin særda hvíla kann; hann byrðar mínar tók á seg og doyði deyðan fyri meg. Um enn í sorgum grátur rann, um onga troyst eg finna kann, hann sorgir mínar tók á seg og doyði deyðan fyri meg. Ei ivi og ei ræðsla kann meg tyngja, tá eg skoði hann, sum neyð og ræðslu tók á seg og doyði deyðan fyri meg. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Sig mær ta gomlu søgu, hitt orð so mangan sagt, um Jesus og hans kærleik, um Jesus og hans makt! Eins og við børn tú talar, tú tala so við meg! Tí hjáparleysur, veikur og troyttur eri eg. Niðurlag: Sig mær ta gomlu søgu, sig mær ta gomlu søgu, sig mær ta gomlu søgu, at Jesus elskar meg! Gev tær nú góðar stundir, og lat meg hoyra klárt hin undurfulla boðskap, sum grøðir hjartað sárt! Sig mær ta søgu ofta! Eg gloymi jú so skjótt; hin søga eina lívgar, er sinnið troytt og møtt. Eymliga tú tað sigi, so álvarsamt og stilt, at arma hjartað verður av frið og gleði fylt! Sig hesa søgu altíð, um tú vilt vera mær í vandanum ein vinur, ein hjálp, er stríðið nær! Sig mær ta somu søgu, tá tú kanst síggja greitt, at heimsins tóma gleði av leið meg hevur leitt! Og sært tú meg at stíga á deyðans tunga veg, so sig á síðsta sinni, at Jesus elskar meg! Katherine Hankey (Ongl.), ( Danielsen týddi). Nú hjarta mítt má syngja í míni sál er vár meg einki meir man tyngja, Gud grøddi míni sár. Eg syngi songin sæla, alt gloymi eg, sum var. Lat Orðið til mín tala, ver trygd og troyst hjá mær. Lat Orðið til mín tala, ver trygd og troyst hjá mær. Nú sál mín glað man kenna, Gud loysti míni bond, hann eld sín letur brenna, meg leiðir Harrans hond. Úr sálardýpi sendi eg takkarbøn til hann, sum tonkum mínum vendi, so frelsuna eg vann. Sum tonkum mínum vendi, so frelsuna eg vann. Tú, Gud, sum hevur givið mær Andans lív og ljós, við tær eg einans livi og gangi tína kós. Eg kendi tína megi, og sálarfrið eg fann. Tær prís á hvørjum degi eg fróur syngja kann. Tær prís á hvørjum degi eg fróur syngja kann! Gunnar Mikkelsen, Stúran og sorg hevur her mangan dag sligið og nívt mítt mót; fella, sum ei mín sál hevði sæð, stóð júst har eg steig mín fót. Tá ið so alt vil forða mær her, so ei eg til málið vann, Andin ein song til hjarta mítt ber: Hvat er tað, sum Harrin ei kann! Niðurlag: Eg eigi Gud, sum væl verja meg kann, trúgvur hann er ár eftir ár; eg eigi Gud, sum varðveita meg kann ævigt í dag sum í gjár. Aldri enn hevur ein toka lagt seg, sum ei til nyttu var, tí tá hon svann, tá borin var eg um alt tað, sum forðar mær, fram til hitt mál, eg royndi at ná, men visti ei, um eg vann; aftur mín sál tað sannaði tá: Hvat er tað, sum Harrin ei kann! Jesus, eg altíð vil líta á teg, um eg teg síggi ei! Hótta enn ódn og bylgjurnar meg, tú fylgist við mær á leið; tú meir enn alt er vorðin mær nú, um mótgangur harður enn brann; altíð eg tó tað royndi, at tú mær hjálpa og bjarga kann. ( Danielsen týddi). Eg syngi um míns Faðirs kærleik, hvørs Andi mær givin varð, sum vendir mína sorg í gleði og synd fyrigevur mær; er náttin myrk, hann til mín talar: Eg eri hjá tær, tryggur ver! Hann gevur sólskin fyri skugga og hvíld fyri møði her. Niðurlag: Hann fyri sorg mær gleði veitir og talar til mín: Tryggur ver! Hann gevur sólskin fyri skugga og hvíld fyri møði her. Eg syngi um hans kærleik stóran, sum krossinum doyði á, at í hans dýrabara blóði mín sál skuldi frelsu fá; hann kom at grøða hjartabrotin, hin sorgarbundna glaðan ger; hann gevur sólskin fyri skugga og hvíld fyri møði her. Um evangelium eg syngi, sum blómur at vaksa fær, um náðina, sum vann mítt hjarta og tendraði ljós hjá mær; í hjartanum tað tøkk upp vekur, til andan tyngda lætta ber; tað gevur sólskin fyri skugga og hvíld fyri møði her. Crabbe. ( Danielsen týddi). Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar, fylgir vinur mær, eg hoyri hann; tó ósjónligur, hann til mín talar troyst og revsing, sum mær tørva kann. Tað er hirðin, sum mítt hjarta eigur, sum breyt deyðans vald á foldum her, hann, sum seyð sín røktar, føðir, leiðir, og sum ævigt trúgvur er. Alt, mær tørvar nú og allar ævir, alt í øllum vinur mín er mær; alt, ið ger, eg ei kann vera glaður, bøtir hann, tí eyga hans tað sær. Víst kann eg hann stundum ikki síggja, men hann segði: Eina lítla stund so er aftur ljóst, og gleði nýggja gevur hann í hjartans grund. Jesus væl í huga Tummas hevur, tyngdan sárt av ivans hørðu neyð, skundar sær og honum loyvi gevur til at sjá hans sár og nema tey; Tummas rørist, tá hann Jesus skoðar, sær hans eyma kærleika til sín, og við hjarta, sum í gleði logar, rópar: Gud og Harri mín! Unn mær við, á Jesus, hesa gleði, sum burt rekur ivans hørðu trongd, skriva teg á hjarta mítt við megi, metta mína sterku sálarsvongd! Góði Hirði, minst, tín seyður veiki, vunnin gjøgnum tíni gleðiboð, her í stríðsins harða, ónda leiki tørvar teg at kenna so! Fylg mær, eyma, gjøgnumstungna hjarta, her í oyðimørk á míni leið, so í myrkri og í ljósi bjarta sál mín teg úr eygsjón missir ei! Lat meg sovna við títt bróst hitt heita, sum meg vekja upp skal røddin tín, tá eg tær skal hesa heilsu veita: Á mín Gud og Harri mín! Carl Olof Rosenius (Sv.), ( Danielsen týddi). Ein dag, ein dag um ikki fyrr, so tá eg standi honum hjá er skilligt alt, ið hjartað spyr; Guds veg, Guds ráð eg skilji tá. Niðurlag: Tí líti eg hvønn dag á teg, eg óttist ei, tú ert mær hjá; ja, sjálvt á myrkum, tungum veg eg syngi: Eg skal skilja tá! Eg knýti aftur slitin bond og hálvgjørt verk skal fullført sjá; ei gátum hýsa Himlalond, nei heilt, á, heilt eg skilji tá! Eg skilji, hví ei sól, men nátt lá yvir tí, eg ynskti ná, hví gleðin kom og fór so brátt, ja, alt, á alt eg skilji tá! Hví tað, eg vildi halda fast, úr hond mær gleið og veik mær frá, hví vónin sveik, og ætlan brast har uppi, eg skal skilja tá. Gud læsir upp, hann leiðir best; og alt, ið kámt mín trúgv her sá, skjótt skoðar eygað táraleyst ja, uppi har, eg skilji tá. James McGranahan (Amer.), ( Danielsen týddi). Tín dag við Gudi byrji tú og fyri honum boyggi knæ, lyft hjartað til hans høga bú, og undir veingjum hans søk læ! Guds bók lat upp, og henni í finn styrk, hon halgi hug og sinn, lat orðið lætta dagsins stríð, og framgongd á Guds leiðum vinn! Við Gudi gjøgnum dagin far, ið hvat tú gert, hvar leið tín ber! Um burtur, heima, hann teg sær, í øllum, altíð, nær hann er. Bið altíð tala við tín Gud, í andanum mót Himli stíg, og takka fyri sælan lut, lat lovsong búgva hjarta í! Og enda dagin Gudi við, sig honum synd og brek og føll, lít á hitt blóð, sum veitir frið og tekur burtur misbrot øll! Sov so við Gudi søtan blund! Hann unnir barni sínum frið; og er hon nær, tín síðsta stund, hann standa skal við tína lið. ( Danielsen týddi). Tann náðin í Guds hjarta, sum Jesus keypti mær, tá deyðans myrkur svarta á krossinum hann bar, er grundin, sum eg byggi nú alt mítt álit á, við krossin fjaldur liggi, um stormur brúsa má. Í kenslum og í tárum eg gleddist manga stund, í ódn á vreiðum bárum var tað tó ótrygg grund; eg hvíldi, tá eg kendi, mín sál var løtt og glað, tá stríðið aftur vendi, fór alt mítt mót avstað. Tá sál mín boygd var blivin, læt Gud meg síggja fá, at betri grund var givin til mín at byggja á: Tann náðin í Guds hjarta, sum Jesus keypti mær, tá deyðans myrkur svarta á krossinum hann bar. Víst má eg mangan læra hitt sama enn um meg, at frið eg eigi bara, tá eygað sær á teg; frá tí mín sál ei víkur: Tú, Gud, umskiftist ei, um hjarta mítt enn svíkur og mangan sigur nei. Carl Olof Rosenius (Sv.), ( Danielsen týddi). Eins og vætan á vári nemur blíðan við báru, er tann friður, mær Frelsarin gevur. Eins og blómur, ið anga, meðan døggperlur hanga, er tann friður, mær Frelsarin gevur. Niðurlag: Friðin, sum Jesus bert gevur, sent mær av Himli hann hevur. Hann spennir frá tindi í djúpasta hav, hesin friður, sum Jesus gav. Eins og skýmingin smýgur gjøgnum skørð, fram við líðir, er tann friður, sum Frelsarin gevur. Eins og sól stillan setur, eins og fuglurin letur, er tann friður, sum Frelsarin gevur. Sum í tokuna tynnir, eins og tyngd, ið burt svinnur, er tann friður, mær Frelsarin gevur. Eins og hvíld eftir sorgum, sum ein ljómandi morgun, er tann friður, mær Frelsarin gevur. Haldor Lillenaes (Amer.), ( Háberg týddi). Vera í faðirs míns vilja eg vil, hvørja løtu, hvønn lívsins dag, lyftum hans eina at halla mær til, hvørt eitt stig og á hvørjum stað. Niðurlag: Eina eitt amboð í hondum hans, bíðandi boðunum meistarans, vera í faðirs míns vilja eg vil, hvørja løtu, hvønn lívsins dag! Eina á Jesus mítt álit er bygt, hvørja løtu, hvønn lívsins dag. Einki eg óttist, hann leiðir meg trygt hvørt eitt stig og á hvørjum stað. Signað at fylgjast við Jesusi her, hvørja løtu, hvønn lívsins dag, halgaður honum, sum leiðir og ber hvørt eitt stig og á hvørjum stað. Norman Clayton, f. (Øssur Berghamar týddi). Sum Ísrael í forðum á ferð til Kána'ans land, teim vandar mangan møttu ígjøgnum heitan sand; men Harrans hond hin góða, hon leiddi tey so væl og mettaði øll somul í hundraðtúsundtal. Við roykskýggi um dagin, við eldstólpa á nátt hann vísti sínum fólki til lyftislandið gott, um Jordan fløddi yvir um allar bakkar har, ei hindraði tað honum, tá tað um ánna bar. Í dag er Harrans fólk enn á foldum her á ferð, mót Himmallandi blíða hvørt fótafet meg ber; um vandar her enn hótta, tað forða mær ei kann, tí undan gongur Kristus. Hvør dýrt at kenna hann. Skjótt hoyrist Lambsins songur um portrið móti mær, tá skal eg honum takka, sum trúfast her meg bar. Ein syndari fann náði ja, vunnin dýrt við blóð eg skal við ættarfedrunum syngja takkarljóð. Levi Joensen, f. F-c. Mín sál er nú lukkulig vorðin og syngur so glað og so fró, mær frelsunnar boð eru borin hvør vóru tey tíðindi góð! Niðurlag: Ja, nú ljós er mín ferð, Jesus vinur mín er, mín trúfasti Frelsari! Í hans felagi eg ferðist tryggur mín veg til heimstaðið gott í Himlinum hátt. Eg sælur í frið havi gingið, alt síðan hann vinur mín varð, eg skýli í trongd havi fingið, í vandanum vernd er hann mær. Mín byrði hin tunga er svunnin, tí náðina havi eg sæð, mær frælsisins morgun er runnin, og náttin mær broytt er í dag. Á klettinum æviga hvílir mín sál, og har eigur hon frið, ei stormur, ei fíggindans pílur meg sakar við Frelsarans lið. ( Danielsen týddi). Ella: Prísið Harranum! Harrin er góður, Harrans miskunn ei enda skal fá; prísið Harranum, systir og bróðir, lat várt hjarta nú hørpuna slá! Tá í trongd eg til Harran mær vendi, kom til hjálp mær hans veldiga hond, eins og tráður, ið eldurin brendi, brustu trældómsins leinkjur og bond. Nú er Harrin við mær eg ei ræðist; hvat kann menniskja nú gera mær! Nú er Harrin við mær eg ei smæist, um bert fíggindar eyga mítt sær. Heldur heita á Harran enn kongin, heldur líta á Gud enn á mann; tá ið um galt, var vinurin eingin, men tá sveik ikki nakra tíð hann. Allir myrkursins andar nú herja á mítt hús, men eg vinna teir skal; Harrans navn er mín sigrandi verja, var sum sandur enn fíggindans tal. Eins og tistlar í eldinum brenna, skal hvør fíggindi falla á jørð; hvør, ið móti mær kemur, skal kenna Harrans orðs hitt tvíeggjaða svørð. Mangan hart hevur fíggindin sligið, mangan grátur á kinnini rann, ja, eg slættur á jørð havi ligið, meðan harðasti stormurin brann. Ikki hevur hann sigur tó vunnið, tí hin livandi Gud er mín borg, eg í veikleika kraft havi funnið, hvíld í stríði og gleði í sorg. Har sum Gud býr, er styrki og friður, har er sigur og gleði og troyst; sama hondin, sum nívdi meg niður, hevur eisini aftur meg reist. Hevur Harrin enn ofta meg tyktað, tó eg uppreising hvørja ferð fann, eg vil ei fyri deyðanum frykta, eg skal liva og tala um hann. Victor Danielsen, Meir heilagan ger meg, meir ódeildan við, meir tolnan í stríði, meir elskandi frið, meir fastan í trúnni, meir lítlan í mær, meir ídnan í verki, meir sterkan í tær! Meir frímóð tú gev mær, meir prís við títt borð, meir tøkk, sum eg átti, meir hug til títt orð, meir sýni á Jesus, meir hvíld í hans favn, meir stilli í sinni, meir bøn í hans navn! Meir eyðmjúkan ger meg, meir fúsan til stríð, meir vaknan til bønir, meir sparnan við tíð! Meir fyltan av Anda, meir vísan ger meg, meir vendan mót Himli, meir, Jesus, sum teg! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Á Jesus, tak mítt sinni, og tak tú hjarta mítt, so úti eg og inni kann vera tempul títt! Tú heila mínum vendi av heimsins klóka veg! Um eina teg eg kendi, tá vísdóm átti eg. Thomas Kingo (Danm.), ( Danielsen týddi). Leið meg, á Gud! Tú hjálparleysan sært meg, eg aldri beint kann ganga uttan teg; leið meg, á Gud! Tí tá eg eri tryggur, á tínum vegi einki sakar meg. Leið meg, á Gud, og drag meg nærri til tín, til tín, mín kraft, mín borg, mín hvíld, mítt alt! Leið meg, á Gud, lat meg ei burtur villast, statt tú mær nær sum altíð, tá tað galt! Leið meg, á Gud! So skjótt meg myrkrið villir, um ei títt andlit lýsir á mín veg; men tá í trúgv tess strálur greitt eg síggi, á hvør ein hvíld og gleði fyllir meg! So tryggur eri eg, inntil tú kemur og tekur heim tín dýrakeypta flokk, ja, tryggur, inntil stríðsins tíð er liðin, og inntil tá tín náði er mær nokk! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Sál mín, ver still fyri Jesus, vík aldri honum frá, minst, at tær altíð nýtist honum at dvølja hjá! Hvussu skalt fram tú finna, her sum tú einki sær, um tú ei gongur eftir vegnum, hann vísir tær! Niðurlag: Tak meg í hond, á Harri, leið meg tín egna veg! Kann hann enn tykjast løgin heim hann tó førir meg. Sál mín, ver still fyri Jesus, halt á í trúgv og bøn! Ljós í tíns hjartans myrkur verða tá skal tín løn; gev honum tað, hann gav tær, legg bert alt í hans hond! Hann skal teg reinsa, fylla, við síni kærleiksond. Sál mín, ver still fyri Jesus, granska hans dýra orð! Tá skal hann alt teg læra, sál tíni reiða borð. Og um tú lýðin fylgir tí, sum tú finnur har, skal hann av kraft og náði meir og meir vísa tær. Mountain (Ongl.), ( Háberg týddi). Mær tørvar altíð teg, á Jesus, Harri mín! Mær geva frið og hvíld kann eina røddin tín. Niðurlag: Eg treingi, treingi til tín, treingi altíð til tín; á, signa meg nú, Harri, eg komi til tín! Mær tørvar altíð teg, á Harri, ver hjá mær! Hvør freisting missir mátt, um eina tú ert nær. Mær tørvar altíð teg, í gleði og í sorg; kom, tak meg tætt at tær, mín skjøldur og mín borg! Mær tørvar altíð teg; tín vilja lat meg sjá, og virka hann í mær, meg fremja lat títt ráð! Mær tørvar altíð teg; Guds heilagi, gev mær at kenna betur teg og betur takka tær! Annie Hawks (Amer.), ( Danielsen týddi). Nærri, mín Gud til tín, nærri at tær! Um tað ein krossur er, sum lyftir mær, ljóðar tó songur mín: Nærri, mín Gud, til tín, nærri, mín Gud, til tín, nærri at tær! Táið á ferðini sól fer í kav, og tá ein steinur bert hvílu mær gav, ber meg tó trúgvin mín nærri, mín Gud, til tín, nærri, mín Gud, til tín, nærri at tær! Lat sálareyga mítt stigan tá sjá, sum ættarfaðirin droymandi sá, stíga lat anda mín nærri, mín Gud, til tín, nærri, mín Gud, til tín, nærri, at tær! Og so við hjartanum vendum mót tær vil eg eitt Betel her upp reisa mær; ljóða skal songur mín: Nærri, mín Gud, til tín, nærri, mín Gud, til tín, nærri at tær! Tá so mítt eyga teg einaferð sær, tá allar ævir eg búgvi hjá tær, ljóða skal harpan har, heima, mín Gud, hjá tær, heima, mín Gud, hjá tær, heima hjá tær! Sarah Adams (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tín veg, á Gud, ei mín, hvør myrkt enn vera skal! Leið meg við tíni høgru hond um enn í skuggans dal! Um óslætt ella slætt, alt til mítt besta er; er gøtan bogin ella bein, hon heim til tín tó ber. Ei velja tori eg, eg vil ei, um eg kann; men Harri, vel tú mær mín lut! Tá rætta leið eg fann. Á, fyll tú mína skál við tí, tú, Harri, vilt, við tí, sum best man tykjast tær vel tú mær gott og ilt! Vel gleði ella sorg, vel stormar ella logn, mær heilsu ella sjúkdóm gev, vel armóð ella ogn! Ei eg, ei vilji mín! Nei, tú, tú velja skalt! Ver tú mín kraft, mín leiðari, mín vísdómur, mítt alt! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Jesus, mær rætt tína hjálpandi hond, troyttist eg á mínum veg! Styrk mína veiku og bivandi ond, slepp mær ei, biði eg teg! Hjálp mær við gleði tíni ørindi gá, hvar enn í stíðnum tú vilt, eg skal stá! Tú hevur sagt mær, at tú elskar meg, løn frá tær fáa skal eg. Gud, lat meg syngja um Jesus, bert hann, tá alt mær gongur ímót! Og tá ið Jesus bert fata meg kann, glað er mín sál við hans fót. Og tá ið Satan meg upp slúka vil, hjálp mær tá krossin at halla mær til! Har vil eg biðja og bíða á teg, til tú vilt kalla á meg. Tá skal eg syngja um Lambið og Gud, sjálvt gjøgnum tárini her; skjótt skal mær friðurin falla í lut Jesus, mín vinur jú er! Aldri eg tá skal angra ta tíð, sum her á foldum eg livdi í stríð; nei, tá við krúnu eg frelstur skal stá Harranum Jesusi hjá! Signaða stund, tá mín sál flytur glað heim til at vera hjá tær! Longu í trúnni eg síggi hin stað, sum tú tilreitt hevur mær. Lyft teg, mín sál, yvir sorgir og stríð! Landið tú eigur, sum Jesus er í; brimduna líkur skal songurin tá ljóða har, Harranum hjá. Anders Olsen Svorkmo (Noreg), f. (Hansina Johannesen týddi). Gud, eg eri tín, hoyrdi tína rødd, frið tú talaði til mín! Á, men lat meg stíga í størri trúgv meir og meiri nær til tín! Niðurlag: Drag meg nærri, nærri, Harri mín, nær til krossin, sum teg bar! Drag meg nærri, nærri, nærri, Harri mín, til tín barm, sum brotin varð! Halga tú meg heilt til at tæna tær gjøgnum tína guddómskraft, gev mær trúgv og mót, gev mær tol og vón, meir, enn fyrr eg havi havt! Hvørja gleði gav ei hvør stund hjá tær! Á tann styrki, har eg fann, tá eg boyggi knø og við teg, á Gud, sum við vin mín tala kann! Kærleiks eru djúp, sum eg ei kann ná, fyrr enn áin krossað er. Fylling, gleði er, sum eg ei kann fá, fyrr enn rødd mín tagnar her. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Ella: Leið, bjarta ljós, ígjøgnum myrkrið her, leið tú meg fram! Náttin er long, og langt til heimið er; leið tú meg fram! Varða mín fót! Ei síggja krevji eg, eitt stig í senn er nóg nógv fyri meg. Ei var tað altíð so, ei segði eg: Leið tú meg fram! Eg stýrdi tá, men nú eg biði teg: Leið tú meg fram! Og er so gøtan brøtt, og renna tár nú leiðir tú, gloymd eru farin ár! Tú, sum so stórliga meg signaði, tú leiðir fram; til eingin vandi longur hóttir meg, tú leiðir fram. Og á tí morgni skal eg skoða tað, sum veikt í trúnni her eg havi sæð. John Newman (Ongl.), ( Danielsen týddi). Úti á fjarskotnum lívsveg í dag mong ganga sorgtung og nívd. Ber teimum sólskin, og ger tú tey glað, veit hinum líðandi lívd. Niðurlag: Ger meg til signing, ger meg til signing, skína lat Jesus gjøgnum meg. Ger meg til signing, á, Gud, unn mær tað. Signing meg ger fyri onkran í dag. Gev, eins og givið varð tær einaferð, elska, sum Gud elskar teg. Hjálp hjálparleysum, og trúfastur ver, vís hinum burtvilstu veg. Tala um Jesusar kærleik og sig: Alt fyrigeva hann kann. Vitnar í orði og lívi tú við, mong vilja líta á hann. Ira Wilson (Amer.), ( Zachariassen týddi). Kom, lívga verk títt, Gud, út arm tín rætti tú, lat ljóða rødd, sum vekur deyð, fá okkum hoyra nú! Niðurlag: Kom, lívga verk títt, Gud! Vit boyggja okkum her; kom niður, Harri, niður kom, við signing nær nú ver! Kom, lívga verk títt Gud, rek burt tann svøvn, sum vann, blás lív í henda flógva eim, bert Andi tín tað kann! Kom, lívga verk títt, Gud, skap tosta eftir tær, á, at hin sanna andans svongd í hvørjum brósti var! Kom, lívga verk títt, Gud, títt orð lat ljóða frítt, ger høgt títt navn og okkum lær at elska teg og títt! Albert Midlane (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg veit, eg veit, tað var fyri meg, at Jesus vildi av Himli stíga, tók synd og vanæru, skomm á seg og mátti krossdeyðan líða. Eg veit, hann deyðan í synd meg fann, eg ræddist Gud og hans dóm og vreiði; men í tí blóði, frá honum rann, nú frið eg ævigan eigi. Eg veit, eg átti ei vón í mær, at sorg og ófriður bróst mítt tærdu, men at hin pína, ið Jesus bar, Guds djúpa kærleik meg lærdi. Alt hetta veit eg; men man tá eg nú liva hann, sum í mín stað doyði, við honum fylgjast hin tronga veg, har mangan tykist so oyðið? Ja, henda botnleysa kærleika, man stolta hjarta mítt enn hann særa, og henda elskandi Frelsara, man alt mítt lív nú hann æra? Hvør gott, um enntá so still hon svann, hvør stund, eg enn her á foldum ferðist, um bert nú Jesus við gleði fann, at honum líkur eg gerist! So hjálp mær, Harri, hvønn dag, sum fer, frá mær at doyggja og teg at liva! Tú sært, hvør veikt mangan barn títt er og fyri mongum má biva. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Send tínar streymar av náði, Harri, á hoyr vára bøn! Opnar tú Himmalsins portur, turrasta jørð verður grøn. Niðurlag: Streymar, streymar av náði vænta vit, Gud, frá tær nú; send ikki dropar, vit biðja, streymar, á Gud, sendi tú! Send tínar streymar av náði, send okkum vakningarond, boygg okkum niður í angur, brót várar leinkjur og bond! Send tínar streymar av náði! Bíðandi standa vit her; rødd tína sterku lat ljóða, lív hinum doyggjandi ber! Send tínar streymar av náði! Takk, tú gavst okkum eitt tekn: Fram yvir fjøll, yvir dalar kemur eitt vakningarregn! Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Jesus, takk, at tú meg frelsti mínum ungu árum í! Nú ert tú mín vinur besti, vilt tað vera alla tíð. Mangan hevur myrkrið vunnið, síðan tú meg loysti út; tú meg hevur aftur funnið, bøtt mær sálarsorg og sút. Harri Jesus, lat meg finna hvílu alla tíð hjá tær, lat ei Satan valdið vinna, víki freisting hans frá mær! Á, hvør gleði tað skal verða, tá eg síggja skal ein dag teg, bert teg, og prís fram bera á hvør verður sál mín glað! Alfred Steensen, f. Niður í dalin, Jesus, fari eg við tær! Blómurnar har vaksa, keldan frísk rennur har; fegin vil eg fylgja, har tú fert, mín Frelsari, líða her og virka fyri krúnuni. Niðurlag: Fylgi, fylgi, Jesus, tær eg fylgi, hvar sum helst, nær sum helst eg vil fylgja tær! Fylgi, fylgi, Jesus, tær eg fylgi, hvar sum helst tú leiðir, vil eg fylgja tær! Niður í dalin við tær, Jesus, fari eg! Um so stormur súsar, einki ilt sakar meg; ei eg óttist, eri eg bert leiddur fram av tær, ei eg missi mótið, um bert tú ert nær. Niður í dalin ella upp á fjallið hátt, gongur tú bert undan, Harri, so er alt gott! Trygt og væl tú føra kanst meg eftir lívsins leið, so eg glaður ganga kann og stúra ei. William Cushing (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á Jesus, heilt til endan eg ynski tæna tær! Mín Meistari og Harri, ver tú mær altíð nær! Eg skal ei óttast stríðið, um tú mær stendur hjá, ei burt av vegnum villast, um tú mær leggur ráð. Ja, ver mær nær, á Harri! Tí verðin hvílir ei; og tað eg síggi, hoyri, meg villa vil av leið; og Satan á meg herjar; og holdið í mær er, men kom tú nær, á Jesus, kom og mín skjøldur ver! Á, kom og stilla stormin sum forðum sjónum á, lat eginviljan tagna og holdsins lyst og trá! Á, tala til at tykta, at ugga, stilla meg, og fá tú meg at hoyra, mín sálarvaktari! Á, lat meg duga stíga í tíni fótaspor! Mín eina vón í stríðnum er Andi tín og orð; meg kalla, drag og styðja, til tú av trónuni meg nevnir og mær fagnar, mín vinur, Frelsari! John Bode (Ongl.), ( Danielsen týddi). Gev mær at kenna betur tín sterka kærleika, á Jesus, sum í krossins deyð teg dreiv á Golgata! Niðurlag: Legg mær tað meir á hjarta, lat meir meg fata tað, hvat tað var hjá tær, tú heilagi, at bera syndina! Var tað teir naglar, Harri, tær hildu trænum á? Nei, bert tín sterki kærleiki til mín, ein syndara! Á undur, at tín deyði mær slíka gávu gav, at øll mín stóra syndaskuld er søkt í djúpa hav! Á, tak mítt hjarta, Harri, og virka tú í mær, at alt, mítt lív, mítt verk, mín kraft, má heilagt vera tær! Katharine Kelly. (Jákup Olsen týddi). Djúpari, djúpari boyggi eg meg; fyll meg við kraft til at vitna um teg! Boygdur í støvið eg biði teg: Verð tú tann, ið fyllir meg heilt og meg ber! Niðurlag: Djúpari boygdur, djúpt fyri tær verðin skal einki eiga í mær; biðjandi hyggi eg, Harri, á teg Jesus aleina, nokk fyri meg! Djúpari, djúpari boyggi eg meg; krossfest meg heilt, ger meg líkan við teg! Boygdur av tínari veldigu hond fyll meg nú heilt, slít tey seinastu bond! Djúpari, djúpari boyggi eg meg; kom, lyft meg upp, sum tín Gud lyfti teg! Av tí, sum einki kann vera og er, virka tær kanst tú eitt brúkiligt ker. Eliza Hewitt (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á Jesus, mær leingist at vera tær nær, at vera í sambandi altíð við tær! Brót niður hvønn falsgud, í hjartanum stóð, kom, tváa meg hvítan, ja hvítari enn snjó! Niðurlag: Hvítari enn snjó, ja, hvítari enn snjó, kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó! Lat einki vanheilagt í mær fáa frið, hitt blóð, sum meg frelsti, lat reinsa meg við! Ei ov dýr kann keypast hin signing so góð kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó! Á, hjálp mær at boyggja meg djúpt fyri tær, kom, sløkk hvønn ein hugmóðsins neista í mær! Um svárt mangt enn tykist, eg ofri tað tó, kom, tváa meg hvítan, ja, hvítari enn snjó! Á Jesus, kom, reinsa mítt hjarta og sinn, kom, lívga mín anda, før friðin her inn! Tú koyrdi ei burt tann, sum bíðandi stóð kom, tváa meg hvítan ja, hvítari enn snjó! James Nicholson (Amer.), øld. ( Danielsen týddi). Sum hjørtur hyggur tráandi, tá einki vatn hann sær, mín sál úr oyðimørkini, Gud, tráar eftir tær! Niðurlag: Sum hjørtur tráar vatn at fá, er, Gud, mítt eyga vent til tín! Á, kom, tú stóri hjálpari, sum kennir alla trongd, kom, stilla hjartað skelvandi, og metta mína svongd! Gud, vent til tín mítt eyga er, kom, styrk og lívga meg! Um náði tín meg eina ber, tá ávøkst beri eg. Henry Lyte (Skotl.), ( Danielsen týddi). Harri, í ungdómi frelsti tú meg, og hjartað varð fylt við gleði, burtur svann ófriður av mínum veg, tú gavst mær tín fulla frið. Niðurlag: Tak meg av nýggjum, á, Frelsari mín, gev mær hin himmalska friðin. Jesus, mær leingist, eg vil vera tín, tín, hóast einki eg kann. Harri, tú rætti í kærleik mær hond og tók meg at tínum hjarta, tá vórðu bundin tey ævigu bond, og brúður tín gjørdist eg. Harri, eg elski ta hond, sum hin dag varð negld fyri meg til krossin, meðan eg ferðist til himmalsins stað, hon aldri mær sleppa skal. (Páll á Lakjuni týddi). Brót tú hitt lívsins breyð, á Harri, her, sum tú við vatnið gjørdi hina ferð! Orð eru tóm, ert tú ei sjálvur nær, á lívsins orð, vit tráa eftir tær! Brót tú hitt lívsins breyð, á Gud, til mín, at djúpt í mær má ljóða tala tín, tak hvørja hugsan, reinsa burt alt mítt, at alt í mær má søkja teg og títt! Lat sannleiksorð títt upp, at eg kann sjá tín boðskap greiðari, enn fyrr eg sá! Í søtum felagsskapi, Gud, við tær títt bílæt síggjast lat meir klárt í mær! Vælsigna sannleik tín so fyri mær, sum breyðið forðum signað varð av tær, lat svinna burt tað, sum er einki vert, til alt í øllum tú mær, Harri, ert! Mary Lathbury (Amer.), ( Danielsen týddi). Hvør signað, hvør signað tann stundin tó er, tá vit eru savnað í kærleika her! Hvør signað er orðsins hin lívgandi makt! Hon styrkir várt hjarta, sum Gud hevur sagt. Hvør signað, hvør signað at kenna sín Gud sum Faðir og orð hans at eiga í lut. Hvør signað er vónin, til eitt okkum bant í trúnni á Kristus hans Andi er pant! Hvør signað, hvør signað at eiga ta troyst, at vit eru trygg og í blóðinum loyst! Hvør signað, at deyðans og Helvitis makt er brotin, sum okkum av Gudi er sagt! Hvør signað, hvør dýrt er várt samfelag, her sum limur av Kristi hvør einstakur er! Hvør signað at líða við honum og tá í Himli av hondum hans krúnuna fá! Burt, verðin og alt, sum í henni eg vann! Tann gleði ei longur mítt bróst fylla kann. Mín sál hevur smakkað ta gleði, sum ei kann finnast á synda og lystanna leið. ( Danielsen týddi). Mín Harri, lat meg einki frá tær draga! Tú hjálpa kanst, so einki meg kann skaða; um her mín ætlan stundum brátt kann bresta, tú altíð veitst, hvat er mær til mítt besta. Tú hoyrdi mína bøn, tá eg var ræddur, tú kendi meg, sum langt av leið var staddur, tú gavst mær hvíld í tínum sterka armi, gavst frið í mínum sorgarfylta barmi. Lat meg ei keðast fyri teg at liva, tak út úr hjartanum hvønn lítlan iva, sum forðar fyri tínum halga Anda, ið eina bjargar mær úr neyð og vanda! Óli Reinert, Tín armur, Jesus, einaferð til frelsu sterkur var, og myrkur, sjúka, deyði, grøv, alt víkti fyri tær! Til tín tey komu, málleys, blind, tú reisti sjúk og deyð, spitølsk, av illum andum sett, og tú, tú grøddi tey. Við teg at nema, tað var lív, tín Faðir heiður fekk, tá andasettur stillur sat, hin lamni frískur gekk; og vís nú tína sterku hond, vit savnast um teg her! Sum forðum við Genesaret við signing nær nú ver! Tú lívs og deyðans Harri, kom, við Anda okkum fyll, reis upp og lívga, ugga her, og hjørtuni ger still! Til teir, ið tala, vísdóm gev, og ver tú sjálvur nær, at sjúk og frísk og sterk og veik, við gleði takka tær! Plumptre (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á Harri, tá eg minnist teg, tín stóra kærleika, tá fyllir sterkur longsil meg, skjótt tína dýrd at sjá! Og um eg enn í heiminum má ganga eina tíð á einum trongum tornaveg ígjøgnum sorg og stríð. Eg eigi tó ein sælan frið, tá bert eg minnist teg; tín undurfulli kærleiki til lovsong vekur meg. Mítt lív, mítt ljós, mítt himmalbreyð, mín klettur, skjøldur mín, mín troyst, mín lætti, hjálp í neyð, mín kraft, mítt gleðivín! Hjálp mær, mín Harri, Frelsari, tær trúfast fylgja her ta stuttu stund, inntil at eg teg síggi, sum tú er! ( Danielsen týddi). Á Jesus, tú meg elskaði, tú doyði fyri meg, tú tók mítt plass í dóminum, mín synd fall øll á teg! Mítt skuldarbræv er kvittað har hin dag á krossins træ, mín synd er søkt í djúpa hav, títt orð mær sigur tað. Sum tíðin gongur, lívið fer, ver skjøldur mín og borg, um djúpan dal og høgan tind, í gleði og í sorg! Hjálp mær at vitna um tann kross, har Satan sligin varð, um blóð títt, Jesus, reinsandi, sum runnið hevur har! Skjótt heimlandið og bústaðin eg nú ein dag skal sjá, og eg við frelstum uttan tal teg fult tilbiði tá. Símun Djurhuus, f. Hvør ótald nøgd av songum verður send upp av jørð til Jesu prís! Og tó, hvør mangar fleiri ferðir teir ljóða í Guds Paradís! Tín barnaskari allur har skal sameintur, Gud, lova tær! Her mangan valla hoyrast kundi hin veika, lága lovsongsrødd; av heiminum var sinnið bundið, av sorg og stúran sálin mødd, ov lítið hugt varð uppeftir, tí var vár songur lágmæltur. Tá synd og sorg og neyð er svunnin, og endað lívsins tronga ferð, tá morgunstjørnan upp er runnin, og sabbatshvílan komin er, skal tøkkin fullan tóna fá, og einki hana køva tá. Men um tað ei á jørð kann vera, so kemur tó tann dagur, tá, vit sameind Gudi prís fram bera, og hann eitt ódeilt lov skal fá; tá fólk títt fram ein song tær ber, sum ævigt tær til heiður er. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Nærri, enn nærri, hjarta títt til, Frelsari, drag meg, har vera eg vil, tak meg, á, tak meg tætt í tín favn, varða meg har í tí hvílunnar havn! Nærri, enn nærri! Einki eg kann Jesusi bera sum offur til hann, eina mítt hjara, fátækt og ilt Andi og náði tín geri tað stilt! Nærri, enn nærri, Jesus, til tín! Verðin, sum lokkar og dregur til sín, veri nú krossfest, deyð fyri mær, at eg kann liva nú eina hjá tær! Nærri, enn nærri! Liðin er brátt øll henda langa og sorgtunga nátt; so allar ævir veri eg har, heima, mín Jesus, har heima hjá tær! Mrs. Morris (Amer.), ( Danielsen týddi). III Tak mína hond, Gud, leið meg tín veg! Meir tínum Soni líkjast vil eg. Mynda og boygg meg vilja tín til, meðan eg stillur bíða tær vil. Tak mína hond, Gud, leið meg tín veg! Royn meg og hjálp mær, rannsaka meg. Hvítan sum kava tváa meg nú. Mentur at signa ert eina tú. Tak mína hond, Gud, leið meg tín veg! Fyll meg við Anda, nem tú við meg. Fyll meg við kraft, so heimurin sær Kristus aleina, altíð í mær. Tak mína hond, Gud, leið meg tín veg! Lat meg ei velja heimin, men teg. Lívið at liva vert verður tá og so har heima løn frá tær fá. Adelaide Pollard (Amer.), Zachariassen týddi). Guds Lamb, meg altíð varða við tína særdu lið! Tí har er trygdin bara, bert har eg eigi frið. Umkring meg hóttir stríðið, og í mær ivi, frykt, og trygt eg eina stígi, um orð títt er mín lykt. Bert undir veingjum tínum er lívd og skjól hjá mær, eg standi bert í stríðnum í sambandi við tær, tín armur eina vinnur mín sterka fígginda og hvíld mín sál bert finnur í tínum kærleika. Skjótt eg teg síggja fái, skjótt búgvi eg hjá tær, av tíni makt og náði ei helvtin søgd mær varð; Tín dýrd, tín ljómi fagur, tín sterki kærleiki er evnið allar ævir hjá tínum heiløgu. James Deck (Ongl.), ). ( Danielsen týddi). Sjálvur eitt einki, einki, í støvinum djúpt fyri tær, til reiðar at verða brúktur, har tú hevur brúk fyri mær, tómur, so tú meg kanst fylla, tá boð tíni fara eg má, og veikur, so altíð mær tørvar frá tær mína styrki at fá. Sjálvur eitt einki, einki, men leiddur av tær á veg, ein tænari, sum bert bíðar, til Harrin vil kalla á meg, ein harpa, sum tónar leingi, tá Meistarin hana vil slá, men kvirr og við stiltum streingi, tá hann vil, eg stillur skal stá. Sjálvur eitt einki, einki um nógv enn tað kosta má, eg leggja meg vil í støvið, at verðin mín Harra kann sjá, sjálvur eitt einki, einki, men tømdur og fyltur av tær, tá havi eg lív og gleði, ja, alt tað, sum tørvar mær. Georgina Taylor (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg ofri tær meg sjálvan, á Harri, tak tú meg, ja, anda, sál og likam lat virka fyri teg! Niðurlag: Mítt leingi deilda hjarta á altarið er lagt; halt mær í trúnni uppi, á Gud, við tíni makt! Mín Frelsari, tú sterki, teg líti eg nú á! Eg trúgvi tínum lyftum, eg veit, eg skal tey ná. Tú hevur mínar limir úr Satans leinkjum loyst, av vónloysi og deyða til lív og vón meg reist. Tí skal mítt hjarta, Harri, ei longur vera deilt; hitt lív, sum út tú loysti, tín ogn skal vera heilt! Mary James. ( Danielsen týddi). C-g. Eitt vakurt stað var henda jørð, um ljósið valdið bar, hvør ljós og fríð, ja, Eden lík, um syndin ikki var! Tó sálir ganga uttan Gud, og myrkrið harri er; so ger meg, Jesus, meir og meir eitt ljós á vegnum her! Niðurlag: Eitt ljós á vegnum her, eg biði, Gud, meg ger! Á, fyll tú meg, so verði eg eitt ljós á vegnum her! Eitt ljós á vegnum her, sum ljós til onnur ber á, fyll tú meg, so verði eg eitt ljós á vegnum her! So mangur vilstur er av leið og tørvar hjálp í neyð, eitt orð um Jesus, Frelsaran, sum doyði fyri tey; Gud, lat meg hoyra tína rødd, og lýdnan tú meg ger, so skal eg vera syndarum eitt ljós á vegnum her! Vit eru ljós um stór, um smá, Gud nýtir okkum øll; so birt títt ljós, at klárt tað sæst um dalar og um fjøll! Gud, fyll tú meg av Andanum, og styrk og leið tú meg! So skal eg vera syndarum eitt ljós á myrkum veg. Eliza Hewitt (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Eg streingi fram til landið tað, sum eg í trúnni havi sæð; í bøn eg haldi fram við skund: Gud, lyft meg upp á hægri grund! Niðurlag: Gud, lyft meg upp og lat meg ná hitt land, sum eg í trúnni sá! Tú lyft meg hægri hvørja stund Gud, set mín fót á hægri grund! Mær hugnar ei at búgva, har sum ivi plágar, ræðsla slær; tó mangur har fekk tryggan blund, mín bøn, mítt mál er hægri grund. Mítt ynski er at sigra heilt, so hjartað ei skal vera deilt; mítt mál, tað er at halda fund við tey, sum náddu hægri grund. Ja, vinna alt, ið vinnast kann, ei svíkja, um enn stríðið brann, og halda á til síðstu stund og koma upp á hægstu grund! Johnson Oatman (Ongl.), ( Danielsen týddi). Jesus mítt hjarta til eigindóm fái, búgva her inni skal hann og bert hann! Einki á foldum er søtt sum hans náði, hvílu í kærleika hans eg bert fann. Jesus meg eina úr syndini loysti, hann, eina hann hevur frían meg gjørt; hann í mítt hjarta sín kærleika oysti, gleði og frið til mítt bróst hevur ført. Jesusar ogn skal mítt lív eina vera, hann er mín brúðgómur, brúður hans eg; hjálp mær á jørðini vilja tín gera, tú, sum í rættvísi klætt hevur meg! Jesus aleina mær styrki kann senda á hesum tunga og einsliga stað; eg til hans orð og hans blóð má mær venda, kraft har at heinta mær dag eftir dag. Jesus aleina skal aftan á stríðið føra meg inn í ta himmalsku havn, har eg skal gloyma tað, her eg nú líði, leggja meg trygt í hans trúfasta favn. Gustaf Blom (Sv.), ( Danielsen týddi). Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg, sendi hann til Golgata. Skuldarfríur har hann slig varð fyri meg, ein syndara. Niðurlag: Er tað satt, tú doyði fyri meg, at til Golgata tú fórt: Einki offur, eg kann ofra tær, harri Jesus, er ov stórt! Ábraham var lýðin hinaferð, sjálvt at ofra tær sín son. Jesus lýðin gav upp sína sál, knúst og deyðadømd var hon. Jesus, tú teg sjálvan ofraði, gavst títt besta fyri meg. Skuldi eg tá ikki givið nú alt mítt besta fyri teg? Niðurlag: Tað er satt, tú doyði fyri meg, út á Golgata tú fórt! Tí er einki, sum eg ofra kann, Jesus, fyri teg ov stórt! Zachariassen, f. Heimin tak, men gev mær Jesus! Heimsins gleði enda fær; men hans náði, hon er ævig, og hans troyst er altíð nær. Niðurlag: Á, hvør høg og djúp hans náði, á, hvør stór hans miskunn er, á, hvør rík og full ein frelsa, á tann friður, hann mær ber! Heimin tak, men gev mær Jesus, hægstu troyst mítt hjarta fann! Um so villar bylgjur bróta, er hann nær, eg syngja kann. Heimin tak, men gev mær Jesus, lat hans smíl meg altíð sjá! Tá á øllum lívsins leiðum troyst og frið mín sál skal fá. Heimin tak, men gev mær Jesus! Við hans kross mín hvíla er, til eg har hans andlit síggi, sum í trúgv eg tilbað her. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Tín kærleik eingin hugur skilja kann, mín Gud og Harri, ei eg fati hann! Tó vil eg, Jesus, fegin grunda á hans longd og breidd og hædd og dýpd og sjá hann meir og meir! Eg vildi talað um hann fyri teim, sum burt vilst eru, sagt við tey: Kom heim! Tí Jesus fyri teg í deyðan gekk, av kærleika til tín á krossi hekk kom heim, á, kom! Um kærleik tín eg vildi sungið prís og ært teg, tænt tær á ein betri vís; tú hevur hjarta mínum givið frið og sæla vón um dýrd í Himli við takk, Harri Krist! Men tó eg, hesum veika kjøti í, ei rætt tær prísi, Jesus, nakra tíð, mítt tóma ílat fram eg beri tó, hjá tær jú flýtur lívsins kelda góð á, fyll meg nú! Ja, fyll tú meg við kærleika frá tær! Eg einki størri veit at ynskja mær; lær meg at drekka av tí kelduni, sum flýtur út við hvílu fyri meg hjá tær, hjá tær. Mary Shackleton (Írl.), ( Danielsen týddi). Tak meg allan, Harri Jesus, tak meg tætt at tær! Ver tú alt í mínum lívi, tak meg, tí tú sær, at mítt hjarta er so vesælt, at tað maktar ei sjálvt at sleppa heimsins vegum, ganga tína leið! Tak meg, Jesus, ger mítt hjarta eina vent mót tær! Legg meg tætt at tínum barmi, so ei eygað sær tað, sum holdið tráar eftir, tað, sum fangar meg! Tí eg veit, í tíni nærheit tryggur hvíli eg. Tú tað veit, á Harri kæri, at um enn eg steig stundum langt av tínum leiðum, tagnaði tó ei røddin tín í barmi mínum: Jesus elskar teg! Mitt í heimsins villa brúsi gleddi hetta meg. Sæla ljóð! Og dýrur vinur, Jesus, ert tú mær, gjøgnum dómsins villu streymar kærleiksfult meg bar! Á, tú sært, eg vil so fegin fara, hvar tú vilt! Tala til mítt hjarta, Jesus, teska: Tig, ver stilt! Háberg, A-e. Tú Ísraels Hirði og mín; mín gleði og friður ert tú, mín sál tráar nærri til tín at kenna teg betur enn nú! Mær leingist til fløturnar tær, har hirði mín leiðir sín seyð; við hjarta hans hvíla tey har, mót hita eitt skjól finna tey. Meg leið til hitt sælasta pláss, sum fall í eins syndara lut, har negldan til spott á ein kross eg síggi mín Harra og Gud! Á, vís mær tín kærleik til mín, sum bant teg til krossin hin dag! Ei naglar, nei, kærleiki tín tær helt á tí bannaða træ. Tí elskar títt fólk nú tann stað, og lomb tíni har føðir tú; og kletturin, klovin hin dag eitt skýli er sálunum nú. Charles Wesley (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á tú kelda djúp av náði, vek tín lovsong nú í mær! Bert hjá Gudi frið eg fái, troyst og hvíla er bert har. Á hin sterki kærleikslogi, hav av náði breitt og vítt! Hvørja ferð eg har í skoði, fyllir gleði hjarta mítt. Her er keldan, har eg finni kraft, tá trúgvin lítil er, og er royndartímin inni, hvíld sum dagin hon mær ber. Á tú kelda djúp av náði, vek tú lovsong tín í mær! Bert hjá tær eg hvílu fái, sál mín livir væl hjá tær. Jens Giverholt (Noreg), ( Danielsen týddi). Guds Lamb, sum hevur heimsins syndir borið, takk, at so náðifult tú frelsti meg! Ígjøgnum Andan reinsaður og orðið farvæl nú hesum heimi sigi eg. Legg meg við hjarta títt, á Frelsarmaður, tín søta kærleika tú vísi mær! Tá verðin og tann synd, í henni ræður, skal ikki, Jesus, skilja meg frá tær! Í sannleika og ótta allar dagar og tínum kærleika varðveit tú meg, lat Andan tykta meg og leiða, hagar sum meir eg kann tær trúgva, kenna teg! Gev mær títt sinn, og í mítt hjarta oys tú tín kærleik, og tín vilja skriva har, frá øllum mínum egna meir meg loys tú, so alt í øllum tú kanst vera mær. Tá tú meg elskar, hvat kann meir eg vilja! Ei størri sæla hugsast, nevnast kann; Guds frið og kærleik; ei kann nakar skilja, hvat Jesus teimum er, sum kenna hann. Sofia, svensk drottning, ( Danielsen týddi). Tann kærleiki, sum Jesus til mín bar, gerst dýrari, sum tíðin fer, og vissan um ein bústað uppi har gerst sterkari, sum tíðin fer. Niðurlag: Vit syngja honum lov og prís, við songi hvør tími fyltur er, og songurin um Frelsaran gerst fagrari, sum tíðin fer! Tað ljós, ið skínur mínum Harra frá, gerst bjartari, sum tíðin fer, og longsilin, hans eyma smíl at sjá gerst heitari, sum tíðin fer. Tað akker, sum hans orð í stormi er, gerst tryggari, sum tíðin fer; tann friður, sum ein stund hjá honum ber, gerst djúpari, sum tíðin fer. Tann vón, at skjótt hann aftur koma skal, gerst ríkari, sum tíðin fer; at fara heim til frið, til song og spæl har aldri, aldri tíðin fer! Niðurlag: Vit syngja honum lov og pris, við songi hvør tími fyltur er, og songurin um Frelsaran gerst fagrastur, har tíð ei fer! Eliza Hewitt (Amer.), ( Háberg týddi). Títt lív, tað gavst tú mær, títt blóð í mín stað rann, tá sál mín bundin var til deyða, dóm og bann; ja, lív títt, lív títt gavst tú mær! Hvat gevi eg nú tær? Frá føgru, ljósu strond og einglasongi har tú komst til sløg og bond og krossin tunga bar; tú fórt frá øllum fyri meg, hvat læt eg fyri teg? Mín hugi skilir ei, hvør djúp ið kvølin var á tíni deyðaleið; men lívið vanst tú mær. Tú leið, tú leið tað fyri meg; hvat leið eg fyri teg? Og gjøgnum alt títt stríð kom niður her til mín ein frelsa full og frí, ja, friður, náði tín; tú ríkar gávur veitir mær, hvat beri eg nú tær? Frances Havergal (Ongl.), ( Danielsen týddi). Gestur eri eg, á ferð eg eri, bert eitt kvøld, ja, bert eitt kvøld eg eri her; á, ei mær steðga, tí eg vil fylgja Guds fólki her; um enn brýtur bylgja! Gestur eri eg, á ferð eg eri, bert eitt kvøld, ja, bert eitt kvøld eg eri her. Ferðarmáltíð við skund eg njóti eins og Ísrael, tí burt eg fara skal; eg standi loystur úr trælabondum við ferðarstavi í mínum hondum; ferðarmáltíð við skund eg njóti eins og Ísrael, tí burt eg fara skal. Lambsins blóð er á durum mínum, hann meg keypti, hann meg vann, eg eri hans; hitt gamla súrdeiggj eg leski ikki, avstað eg fari, ei aftur hyggi; Lambsins blóð er á durum mínum, hann meg keypti, hann meg vann, eg eri hans. Mót tí landi eg eina hyggi, har sum sólin altíð skínur, setur ei; her niðri lúrir so mangur vandi, eg veikur, ivandi mangan standi; mót tí landi eg eina hyggi, har sum sólin altíð skínur, setur ei. Verðin gav ei tann frið, eg søki, nei, mær leingist bert, mær leingist til Guds stað! Har grætur eingin, har endar neyðin, har býr ei sorgin, har er ei deyðin; verðin gav ei tann frið, eg søki, nei, mær leingist bert, mær leingist til Guds stað! Góði Hirði, bert eitt eg biði: Lat meg hava eygað vent mót tær, mót tær! Lat hvønn dag føra meg til tín nærri, til eg har heima teg skoði, Harri! Góði Hirði, bert eitt eg biði: Lat meg hava eygað vent mót tær, mót tær! Mary Shindler (Amer.), ( Danielsen týddi). Sterkur tú, men veikur eg, frá tí ónda varða meg. Nøgdur verði eg hvørt stig, bert eg ferðist við tína lið. Niðurlag: Lat meg koma nærri tær, Jesus, tína leið meg lær. Dagliga tær liva nær, er míns hjartans bøn, sum tú sær. Hvør mær hjálpti, tá eg gleið, og tá eg í snerrur steig? Hvør ber byrðar mínar nú, Harri Jesus, hvør uttan tú? Táið lívið liðugt er, tíðin lokin niðri her, leið meg stillan, tryggan heim, heim til tín, til gleði og gleim. Negro Spiritual. ( Zachariassen týddi). Eg eigi Hirða, ein, mær kærur er, og um hans signing tunga boð ei ber; hann á krossi bløddi, doyði fyri meg, veitti mær náði allan lívsins veg. Niðurlag: Á, við hans síðu aldri dag og nátt ónt kann meg náa, nei, hann ger alt gott! Myrkur og sólskin, hvønn veg tað ber Jesus, mín Hirði, alt í øllum er. Eingirnar grønar leiðir hann meg á, vøtnunum stillu letur hann meg ná; góðska hans og miskunn fylgja míni leið, við slíkum Hirða gott eg sakni ei. Táið eg villist av tí góða veg, aftur í náði Jesus leiðir meg, ja, í myrkum dali ei eg óttast skal, tí hann, mín Hirði, skal meg leiða væl. Tá stríðið endar, ferðin øll er gjørd, sál mín við hond hans trygt til heimið førd, himmalsk gleði mína sál skal fyla tá, við øllum frelstum skal eg Harran sjá. Leonard Weaver. ( Danielsen týddi). Tak mítt lív, og veri tað halgað, Harri, tær hvønn dag! Beri hvør ein løta tær samfelt lov og prís frá mær! Tak mítt virki kærleik tín dríva lat hvønn gerning mín! Stíga lat mín fót hvørt stig fyri teg, við tína lið! Tak mítt mál, so syngi eg altíð eina fyri teg! Lat meg tala, so tú bert, Jesus, Harri, ærdur ert! Tak ta ogn, tú gavst mær her! Títt tað eina alt jú er. Vit mítt, dugnaskap mín alt, nýt tað! Tú tað eiga skalt. Tak mín vilja, ger hann tín, veri hann ei longur mín! Tak mítt hjarta, títt tað er, trónu tína reis tú her! Tak mín kærleik, so at eg altíð, Jesus, elski teg! Tak meg allan, so alt mítt ævigt, eina alt er títt! Frances Havergal (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ver mær ein klettur, mín Gud, har eg altíð kann fara, borg mín, har tú, Harri, sjálvur vilt sál mína varða! Álit mítt, tú, eins og í forðum kanst nú hoyra og bøn míni svara. Harri, mín Gud og mín frelsa í ungdómsins døgum, hjálp mær at lovsyngja tær fyri lágum og høgum! Prís títt skal tá eisini einsligum ná, teimum á fjarskotnum støðum. Ver tú mín styrki, tá ljósur og góður er dagur, ver tú mítt álit, tá niða og náttmyrkur ræður! Ljósið frá tær leiði meg, lýsa lat mær! Gangi eg trygt tá og glaður. Far ikki frá mær, mín Gud, táið mátturin víkur, ver tú mín styrki, tá dirvi og áræði svíkur! Koma so ár, elli og gránandi hár, ber meg tín kærleiki ríkur. So skal eg høgt gera navn títt, tí lovprísa, æra sál mín, sum tú hevur út loyst og náðifult varðað, til har hjá tær lov tú og prís frá mær fær við hinum ótalda skara. Jákup Olsen, Eitt einfalt barnasinni er ei so lætt at fá; tað kostar deyð, ei minni, ta andans hædd at ná; tað kostar tárastreymar at halgast so ódeilt, at allir hjartans dreymar í Gudi eru heilt. Tann sál, sum Gud vil gera á jørð ein Ábraham, hon Ísak sín má bera sum lýdnisoffur fram; ei lættur kann ein fara til slíkan offurdeyð; at vøkru Rakul jarða, tað kostar hjartaneyð. Men tykist hjartað bresta, tá hugin festist á at ofra alt, hitt besta, við egna grøv at stá, meir vekt tó gleðin hevur, ið Harrin veitir mær, sum vitnisburð mær gevur á offurheygnum har. Víst Jeremias syrgdi, sum innistongdur sat, og sorgin dapra byrgdi, so ljósið ei slapp at; men alt, ið forðar, bara ein Jákupsstigi er, har vónareinglar fara, har trúgvin stórverk ger. Sum Áron eyðmjúkt tagdi, tó Gud so hart hann sló, og enn sum áður vakti, varðveitti Harrans lóg, ja, so skalt tú, mítt hjarta, við trúgv og ærufrykt í roynd og myrkri svarta á Gud tín líta trygt. Ígjøgnum sorgarlogan, á tronga royndarveg, Guds lyfti, sigursbogan, í skýnum síggi eg; tí skal eg honum bíða, hann skeivt ei nakað ger, nei, til hans troyst so blíða, meg sorgarflóðin ber. Emil Gustafsson (Sv.), ( Danielsen týddi). (II). Sum kornið boygt mítt eyga sær, tá vindur yvir akur fer, boygg hvørja kenslu so í mær, tá Andans vitjan á mær er! Sum gullið inn í ovnin má, sum hitin reinsar, skírir tað legg tína náðitykt meg á, til sálin eyðmjúk er og glað! Sum aldan fyri storminum má lýðin, máttleys boyggja seg og brýtst mót høga berginum, so, Harri, boygg og brót tú meg! Sum plantan boygd varð av tí hond, ið hana bant og skar og ól, meg reinsa, boygg við tíni Ond, til alt í mær fær ljós og sól! Sum fjallaáin oman fer, ger oyðimørk til urtagarð, so boygg meg djúpt og við mær ber teim turru sálum boð frá tær! Týskur. ( Danielsen týddi). Tín náði, himmalski Faðir, hon veri songevni mítt við teimum, sum allar staðir høgt gera dýrdarnavn títt! Ja, vil av sonnum eg frøa mítt hjarta náðini við, má altíð av munni mær fløða eitt ljós um kærleik og frið! Við Andanum lær meg at tala um teg, so tað kveikir upp eld og ger manga sálina sæla, sum liggur í syndini seld! Brót niður í hjarta og sinni alt, alt av mær sjálvum er! Tá boðskapur birtist har inni, sum øðrum í hjartað fer! Mítt ynski er eina at verða júst tað, sum tú ætlaði mær: Eitt einki, sum navn títt kann bera til mangan, ið ljósið ei sær. Gud, hoyr hesa bønina mína í Himlinum, har tú ert: Meg boða lat náði tína og vera tær lovsongur bert! Levinsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Tak tíð til at halgast og tala við Gud, verð altíð í honum, vel orð hans til lut! Ver vinur við Guds børn, og veikum rætt hond, gloym aldri at søkja Guds signing, Guds Ond! Tak tíð til at halgast og frið Guds at fá, tak tíð til at biðja og andlit hans sjá! Við Jesus at skoða tú verður sum hann, og hvør, ið teg hittir, skjótt síggja tað kann. Tak tíð til at halgast! Lat Gud leiða teg, far ei undan honum ein sjálvvaldan veg! Í sorg sum í gleði stíg í Jesu spor, hav eygað fest á hann, lít enn á hans orð! Tak tíð til at halgast, gerst stillur í sinn, hvønn tanka, hvørt innskot ber fyri hann inn! Til kærleikans keldu tá leiðir hann teg og ger teg til reiðar til verk fyri seg. Longstaff, ( Danielsen týddi). Har sum tú leiðir, fari eg, Jesus eg líti heilt á teg, minnist, tá fyrst mín sál teg sá, Golgata krossi doyggja á! Niðurlag: Jesus meg leiðir dag og nátt, Jesus meg leiðir, alt er gott; ei slíkan vin á fold fann eg; Golgata krossin minnist eg. Fylgjast við honum kært mær er, gleði at kenna, hann meg ber; trygt er hjá honum dag um dag Golgata krossur vitnar tað. Ivi og ótti svinna má Jesusi, Harra mínum, hjá: Síggja eg skal í ljóssins stað vin mín av Golgata ein dag. Martin. ( Danielsen týddi). (I). Vit vildu Jesus sæð, tá skuggar leingjast í brøttu líðini, sum lív várt er; vit vildu Jesus sæð, tá leiðir treingjast, tá møðsom gongdin gerst, og tung vár ferð. Vit vildu Jesus sæð, tá sløkna vitar, sum okkum hava hjálpt at seta kós, tá ódnarskýggj og tora loftið litar tá tørvar okkum sjá hitt heimsins Ljós. Vit vildu Jesus sæð, tá kámast stjørnur, sum hava uggað mangan ferðamann, tá niðan nívir á, og ýla ódnir tann, tá skal stýra, tørvar síggja hann. Vit vildu Jesus sæð, tá sólin dalar, sum stuttar løtur gjørdi lívið ljóst, tá vinarrøddin ikki longur talar hvør annar lættir tá várt trongda bróst! Vit vildu Jesus sæð; mangt var, sum fjaldi hans andlit, Himmal hans og heimið har; og tó á myrku nátt, tá stormur kaldi várt mót sló niður, var hann altíð nær. Vit vildu Jesus sæð; tá lætnar hjartað og finnur gleði, styrki, vón og frið. Vit vildu Jesus sæð; tann sjónin bjarta ger nátt til dag og lætt hvørt møðsamt stig. Anna Warner (Amer.), ( Danielsen týddi). Es-g. Tú, sum brotið hevur míni trælabond, tú sum frælsi gevur gjøgnum tína Ond! Ei eg longur beri harða fangajarn, undir lóg ei eri, men, á Gud, títt barn! Niðurlag: Tín eg eri, Jesus, eina tín, eina tín, keyptur til at vera, Jesus, eina tín! Fram í ljósi ferðast sjálvt ein myrkan dag, sjálvur ljós at gerast, kor so góð er tað; og í halgum prýði standa honum nær, ganga við hans síðu, lukka er tað mær. Til hitt myrka fongsil meir ei fari eg, hjartans djúpa longsil náðin stillaði; øðrum boð eg beri: Komið, komið við, frelst og sæl nú verðið, kennið Harrans frið! Enskur. ( Danielsen týddi). Myrk var hin stund, Getsemane, tá har á náttartíð í angist Jesus fyri meg tók dómsins, deyðans stríð. Niðurlag: Hoyr, hoyr hann biður, stríðir fyri meg, djúpt í angist boygdur niður Jesus í Getsemane! Tá tímin kom, øll sviku hann, so eina har hann stóð, og sveittin av hans enni rann, fall niður eins og blóð. Av øllum eingin vinur var hjá honum hesa stund, men sendiboð av Himli bar tó troyst til trongdu lund. Hin táralind, hitt dýra blóð, á sál á lívsins veg. Tað er tann dýrabara flóð, sum frelsir teg og meg! Richard Slater (Ongl.), ( Háberg týddi). Hygg, fjøldin til Golgata gongur, og Jesus ímillum tey fer! Tey hjartaleyst spotta og háða, hann blóðigu sárini ber. Tó sakleysur, myrdur hann verður, hann valdi hin tornfulla veg, men eymur hann alt fyrigevur, hann gjørdi tað alt fyri meg. Niðurlag: Hann gjørdi tað alt fyri meg, hann gjørdi tað alt fyri meg; hans elskandi hjarta er brostið, hann gjørdi tað alt fyri meg. Tað var um hin níggjunda tíma, tá hoyrdist eitt angistfult róp: Mín Gud, hví ert tú farin frá mær? Og vinirnir flýddu í hóp. Har hekst tú í kvølfullum myrkri, og bylgjurnar brutu á teg, Guds strangasta vreiði teg tærdi, tú gjørdi tað alt fyri meg. Eg tysti á, hugsa, tann pína, eg tysti á, hugsa um tað! Á ja, hetta elskandi hjarta er tyst eftir sálum í dag! Hann gloymdi seg sjálvan í deyða, hann hugsaði ikki um seg, hann søkti bert okkara frelsu, hann gjørdi tað alt fyri meg. Hjalmar Hansen (Noreg), ( Danielsen týddi). Niðan á heyggin, Golgata mót, gekk Harrin Jesus fót fyri fót, fótafet tunglig, ei undur í, bar várar syndir, vit eru frí. Niðurlag: Loysnari dýri, frelsari kæri, á heygnum eyga mítt hóma kann teg, bløðandi, bardur, sligin og særdur, av sorg úttærdur, doyr fyri meg. Tilgev teim, Faðir, eymt biður hann, alt meðan blóðið frá honum rann, bað fyri teimum, sum drupu hann hvør uttan Jesus elska so kann? Nú eg teg elski, frelsari mín, vil altíð syngja lovsong til tín, lágmæltur tíðum, heima skal tó duna eitt samfelt fagnaðarljóð. Avis Christiansen, f. (Líggjas á Váli týddi). Á Guds Lamb mítt eyga hyggur, lov og prís frá mær hann fær, allar, allar syndir mínar sum eitt sakleyst Lamb hann bar; frið í samvitsku og hjarta fekk við trúgv eg á hans blóð, meg frá øllum syndum mínum reinsaði hin kelda góð. Hann er Guds, várs Faðirs, gleði, friður mín er hann, bert hann; á, hvør sæl er henda hvíla! Hon er meir, enn sigast kann. Og við fullum hjartafriði gjøgnum stríð og royndir her gangi eg nú mót tí ríki, har mær stað til reiðar er. Uppi har mítt eyga skoðar hann, sum her meg elskaði, hann, sum sorg og pínur mínar bar í eymum kærleiki; har hin loysti skarin syngur um, hvør stór hans náði var, ævigt ljóðar gleðisongur í tí fagra Zion har. ( Danielsen týddi). Við altar Ísraels, har djórablóðið rann, ei samvitskan fekk hvíld og frið, ei lív hin deyði vann. Men Kristus, Lambið Guds, eitt fullgott offur er, hans dýra blóð ein syndara við alla reinan ger. Í trúgv eg skoða kann ta tungu leið, hann gekk, til hann, í mín stað bannaður, á deyðans træi hekk. Og sum eg síggi tá ta byrði, har hann bar, eg minnist, synd mín har varð dømd, og eg, eg doyði har. Tí gleðist eg í trúgv og syngi prís til hann; takk fyri beiska deyða tín og blóð títt, sum har rann! Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Mín Harri doyði trænum á prís tær veri, blóðiga Lamb! Á, lat hann prís frá okkum fá prís tær veri, blóðiga Lamb! Niðurlag: Á Lamb, á Lamb, á blóðiga Lamb! Eg elski dýra navnið títt, tað gevur hita í hjarta mítt prís tær veri, blóðiga Lamb! Ja, mína synd og skomm bar hann prís tær veri, blóðiga Lamb! Og mær hann æviga frelsu vann prís tær veri, blóðiga Lamb! Eg veit, mín synd út strikað er prís tær veri, blóðiga Lamb, og heim til Zion leiðin ber prís tær veri, blóðiga Lamb! Tá lívsins stormur úti er prís tær veri, blóðiga Lamb! Mín sál tær betri lovsong ber prís tær veri, blóðiga Lamb! ( Danielsen týddi). Kom, latið okkum samsint her nú syngja prís til hann, sum lovaður av einglum er, sum lívið okkum vann! Niðurlag: Æra veri Lambinum, sum doyði á Golgata, prís og æra, prís og æra bæði nú og altíð. Ja, hans hans eina æran er, hann fái dýrd og glans! Í Himli og á foldum her er valdið eina hans. Til krossin hann av Himli steig, sítt blóð læt renna her; tann, á hann trýr, fortapist ei. hvør góður Harrin er! ( Danielsen týddi). Hin tíma í Getsemane eg aldri gloyma kann, tá eg í sveitta blóðigum fekk sjá hin Gud og mann. Niðurlag: Eg gloymi ei, eg gloymi ei, eg gloymi aldri teg, tá tú á knæ í angist lá har í Getsemane. Táið eg fór í andanum í urtagarðin har, eg sá, hvør tungt ið dómurin, á Jesus, lá á tær! Í deyðans kvøl og angist tú av øllum svikin vart, og aldri, aldri fati eg, hvat tá tú, Harri, bart! Og um tú kaldan síggja skalt, á Harri, kærleik mín, tá minn meg á Getsemane og kvøl og sveitta tín! Edward Hammond (Amer.), ( Danielsen týddi). Kvølfulla stund á Golgata hin morgun, blóðigu pannu krúnan neit so fast, vinirnir flýddu, sálin tyngd av sorgum. Hans høvur boygnaði, og hjartað brast. Vónríka stund, tá grøvin brast við megi, deyðan hin sterka, ljóssins sonur vann, boðaði syndatyngdum sálum gleði og frið í blóðinum, á krossi rann. Signaða stund, táið mítt arma hjarta útlúgvað legði seg við Jesu bróst. Ei hóttir longur deyðans myrkur svarta. Hann fylgir mær tá er alt trygt og ljóst. Háberg, Á, bløddi hann, mín Frelsari, og doyði kongur mín, og var tað fyri meg, ein orm, hann gav upp anda sín? Niðurlag: Hjálp mær at vera trúgvur her og kennast her við teg, og har í tínum hásæti, á Harri, minst tú meg! Ja, míni misbrot vóru tað, á krossin negldu hann! Á náðiundur, miskunn stór, sum ikki fatast kann! Væl mátti náttin fjala alt, og sólin krógva seg, tá sjálvur Gud, mín skapari, har doyði fyri meg. Væl má eg fjala andlit mítt, tá eg tín kross kann sjá, væl rørast má mín sál í tøkk, og eygað vætast tá. Men míni tár, tey gjalda ei, hvat tú mær, Harri, vann; eg ofra tær meg sjálvan vil, og tað er alt, eg kann. Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg takki tær fyri krossins pínu, á Jesus, fyri tíni mongu sár! Tú boygnaði undir byrði míni takk fyri sveitta tín og tíni tár! Nú, systkin, vilja hans prís vit syngja, sum okkum út úr leinkjum hevur loyst! Her sorg og saknur kann mangan tyngja, men ei í Himli stóra, stóra troyst! Skjótt skulu vit nú hjá Gudi vera; hvat ger tað tá, um sólin brendi her! Skjótt skulu krossin ei meir vit bera, men hvíla, har sum Jesus sólin er. Tá skal ei synd okkum longur pína, ei nakar Satans ørvur okkum ná, ein gjógv, sum eingin kann yvir trína, skal okkum øllum illum skilja frá. Um Jesus, Lambið, ein nýggjur songur sum ljóð av mongum vøtnum dynja skal; hann verður tilbiðin har sum Kongur av heiløgum og einglum uttan tal. Ja, tín er eina øll tøkk og æra, tú, sum við blóði okkum hevur loyst! Tín deyði skal fyri okkum svara, tú ert várt lív, vár vón, vár sterka troyst. Gott er tað her tíni børn at vera, men, á, hvat vil tað ikki vera har, har synd ei longur kann skaða gera, og tað, vit trúðu her, várt eyga sær! Eugenie, sv. prinsessa, ( Danielsen týddi). b. Lat okkum syngja um hitt dýra blóðið, sum fleyt av Jesusi á Golgata! Tað frelsti okkum, tá ei hjálp vit sóu, og vendi suffið í halleluja. Tað mangan arman ævigt ríkan gjørdi, tað trælabundnar sálir fríar ger, tað inn í ljós úr myrkri okkum førdi, so vit nú Gudi kunna prísa her. Fagnað í hinum elskaða vit eru, æviga frelst ígjøgnum Jesu blóð, syndin er burtur Gud, tín dýrdin veri, sum okkum náðaði, men Son tín sló! Og nú í felagi við Harrans flokkum vit sameint ferðast fram í ljósinum; Jesu, Guds Sonar, blóð, sum frelsti okkum, ger okkum rein frá øllum syndunum. Friðarins Gud hin stóra seyðahirða reisti av deyða gjøgnum sáttarblóð, hann, sum so okkum falnu vildi virða, at hann í deyðanum í vár stað stóð. Leyvan av Juda sigur hevur vunnið, og vit í trúnni sigra gjøgnum hann; turka, Guds barn, tí tárini, sum runnu, hygg upp á krossin, og tú takka kann! Verdur tú ert, at tøkk vit tær fram bera, tú sum vart dripin og við blóðinum vanst okkum lív, so vit nú skulu vera tær lík og síggja teg í Himlinum! Hvør á teg trýr, hann er ein Harrans prestur, ja, alt títt fólk til kongar gjørdi tú, fremmand á foldum eru vit og gestir, í Himli borgarar og húsfólk nú. Tallaksen (Noreg). ( Danielsen týddi). Á tú, Guds reina, milda Lamb, sum niður higar steig, bart vára synd og skomm á tær og kvøl og angist leið! Niðurlag: Ja, fyri okkum gavst tú teg, tá tú á trænum har gekst deyðans tunga, beiska veg Guds Lamb, vit takka tær! Títt blóð, tað var mær sálarbót, eg har mær tváaði, og tí eg hjartansglaður nú kann prísa náðini. Tú særdur varð og sligin hart at gera okkum frí og lata upp hitt fangahús, vit sótu bundin í. Í trúgv á Jesus ganga vit nú vegin fram so glað, tí arvin um eitt lítið bil vit fáa í Guds stað. ( Danielsen týddi). G-g. Á tú, Guds stilla Lamb, meg eyðmjúkleika lær, at eg títt ok má bera her og finna hvílu har! Á Jesus, tú ert nokk at fylla sál og sinn! Øll sorg og angist víkur, har tú sjálvur kemur inn. Fest, Harri, eyga mítt teg sjálvan meiri á, at sál mín, eina fylt av tær, má ongan annan sjá! Chr. Bernstein (Týskl.), ( Danielsen týddi). Síggj, har er Lambið Guds á krossins træ, burt alla synd so náðifult ber tað. Á, mikla kærleiksglóð, mær bjargaði tann flóð: Títt dýrabara blóð, á, Lambið Guds! Síggj, har er Lambið Guds nú er fullført tað verk, sum okkum hevur sálig gjørt, á, at eg meiri var í mildni líkur tær tær altíð verið nær, á, Lambið Guds. ( Háberg týddi). Í Jesu sárum frið eg fann, har sálin hvílir seg, hans deyði, eina deyði hans, skal svara fyri meg. Niðurlag: Ei aðra hjálp, ei annað skjól og forsvar nýti eg enn tað, at Jesus deyðan leið, og leið hann fyri meg. Ja, Jesus doyði, tað er nokk, ei annað nýtist mær; at frelsa meg hann niður steig og her krossfestur varð. Á Harrans orð er trúgv mín bygd, tað orð, ið skrivað er, at Jesus doyði fyri meg, og frið hans deyði ger. Ja, hetta er mítt grundarlag, og hetta vitni eg: Í mín stað rann hans dýra blóð, hann doyði fyri meg! Lidie Edmunds, øld. ( Danielsen týddi). a. Eg síggi teg, Guds Lamb, at stá á Zionsfjalli hátt; men leiðin tann, tú gekst, hon lá ígjøgnum deyðans nátt! Á byrði, sum tá lá á tær! Vár skomm og last tað var; vár synd har í títt hjarta neit so fast, sum eingin veit. Óseka Lamb! So eymkilig tín neyð og pína var, teg bant tín stóri kærleiki at loysa okkum har; har sleit hon vári fangabond, tín gjøgnumstungna hond; sum leyva upp úr grøv tú steig, og deyðin bant teg ei. Eg síggi nú kring um tín stól ein hvítan skara stá, hvørt eyga skínur sum ein sól, at tað Guds Lamb kann sjá; hitt orð um Lambsins kvøl og stríð at gera okkum frí, tað enn hitt fyrsta plássið fær í einglasongi har. Ótalda skaran síggi eg ta gyltu hørpu slá, at æra og tilbiðja teg, sum doyði trænum á; tað er sum havsins sterka ljóð, tá har tey syngja fró: Guds Lamb, sum várar syndir bar, vit prísa, takka tær! Takk, Faðir, at tú elskaði ta falnu ættina og fyri okkum ofraði tín Son á krossins træ! Hvør andadráttur prísi tær, hvørt hjartaslag í mær, ja, fyri drykkin, har tú drakk, í allar ævir takk! Brorson (Danm.), ( Danielsen týddi). b. Á ásjón, háðað, bannað, so blóðig, sligin, særd, á tornakrýnda panna, á ásjón, spýtt og bard! Á høvur, tú, sum ræður í dýrd og heiður nú, ein ormur, ikki maður, á krossinum vart tú! Á Jesus, Lambið særda, í vár stað hekst tú har, vár straff og byrði var tað, sum lá so tungt á tær! Vit takka tær av hjarta, ja, fyri alt, tú leið, ta kvøl, hitt myrkrið svarta, tey tungu spor, tú steig! Ja, okkum lær tilbiðja teg, tú, sum ert so nær, og lat ta tøkk, vit siga, á Harri, toknast tær! Lat okkum altíð minnast ta tyngd, sum á tær lá, inntil hjá tær vit finnast og takka betur tá! Bernard úr Clairvaux, ( Danielsen týddi). (I). Tá andi mín hin kross kann sjá, sum eitt sinn lívsins Harra bar, alt mítt sum skarn eg rokni tá, vanvirði tað, sum rós mítt var. Forbjóði Gud, eg rósi mær uttan av Kristi deyða bert; alt tað, sum fyrr meg dró at sær, ofri eg upp tú alt mær ert! Hygg á hans sár, har blóðið rann, hvussu hans sál av sorg er mødd! Hvør hevur møtt tí sorg sum hann! Hvar krýndu tornir slíkt eitt høvd! Var alt á foldum mítt, tað var ov lítið offur tó til tín; tak meg tað er jú alt frá tær anda og kropp og kærleik mín! Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á, lær meg betur kenna teg, Guds reina Lamb, sum gekk ta tungu leið og frelsti meg, tá tú á krossi hekk! Sig mær, hvør djúpur, ið hann er, tann kærleiki, tú bart, sum førdi teg til jarðar her, tú, sum so høgur vart! Á, at eg einki rokna má tað, eg á foldum fann, og ikki hava aðra trá enn tað, í tær eg vann! Ja, skriva tað í hjartað her, set innsigli á meg, at eg, hvør veikt ið enn tað er, kann aftur elska teg! James Hutton, ( Danielsen týddi). Hjartans eymu streingir rørast, táið Jesu sløg og sár eg í andanum kann síggja, deyða hans og kvøl og tár, táið eg hann tornakrýndan, slignan, spottaðan kann sjá á ja, fyri meg hann bar tað, fyri meg hann doyði tá! Niðurlag: Fyri meg, ja, fyri meg fleyt hans blóð, á ja, fyri meg ofraði hann seg! Fyri meg, ja, fyri meg fleyt hans blóð, ja, hans blóð, tað fleyt fyri meg! Jesu blóð meg hevur reinsað, sálarbót í tí eg fann, eg úr syndini varð loystur, tá í trúgv eg kom til hann; eins og Ísrael hitt kvøldið páskalambið ótu glað, so eg gleðast kann, tí Jesus gav seg sjálvan í mín stað. So er sál mín her á foldum frelst og sæl og frí og glað, skjótt mín Frelsara eg síggi har í Salems fagra stað; á, tá skal eg honum prísa fyri deyð hans, sløg og sár, meðan hann av eygum mínum turkar burt hitt síðsta tár! Abraham Grimstvedt, (Noreg), ( Danielsen týddi). Hvat boygdi, Jesus, høvur títt? Mín synd varð løgd á teg, mín svára dóm og myrkur mítt, ta skuld, ið tyngdi meg, alt, alt tú bart, eitt offur vart; tí tyngir einki meg. Í míni skál var deyði, bann, hon full var fyri teg; hvør dropi rætt sum eldur brann tóm er hon fyri meg. Ja, kærur var eg, Jesus, tær tú drakst tað fyri meg! Jehova lyfti koyril sín, hann fall, hann fall á teg, so sára sló teg Faðir tín, tí slær hann ikki meg; ja, tíni tár og tíni sár, tín pína grøddi meg! Sum ódnarstormur vreiðin brann, og hvirlan bar á teg, úr barmi tínum blóðið rann, tað lívdi fyri meg; tín sál varð særd, tín ásjón bard tí gleðir lognin meg. Gud segði: Vakni svørðið mítt! Og høggið hitti teg, tess hita køldi blóðið títt, tú bøtti fyri meg; hitt blanka blað, nú svevur tað og hóttir ikki meg. Ja, Jesus, tað var frelsa mín, at deyðin rámti teg! Tú reis og fórt til Faðir tín og livir fyri meg; har byggir tú mær gylta búð, og so tú heintar meg. Anne Ross Cousin (Ongl.), ( Danielsen týddi). Við krossin tín, á Jesus, eg finni tryggan stand, sum klettur mikil skuggar hann eitt brent og turkað land! Eitt Elim søtt í oyðimørk, eitt vell á turrum veg, í stríðinum ein hvíldarstað við krossin finni eg. Á tryggi, sæli skjøldur, á skýli, roynt og søtt, har rættvísi og kærleikur hvørt øðrum hava møtt! Tað, Jákup sá í dreyminum, eg síggi uppfylt her: Frá krossinum til Himmals upp ein stigi reistur er. Og hinumegin krossin, men krossins skugga í eg síggi eina myrka grøv, sum gapar djúp og víð; men breiddur út ein favnur er á harða krossinum, har hongur hann, sum frelsti meg frá deyða ævigum. Ja, har á krossins træi við undran síggi eg hann hanga, særdan, bløðandi, sum doyði fyri meg! Og tá við tárum hjarta mítt má sanna undur tvey: Eitt er, á Gud, tín kærleiki, og eitt mín synd og neyð! Við krossin tín, á Jesus, er hvíldarstaður mín, tann sól, ið lívgar hjarta mítt, er eina ásjón tín! Ei heimurin, bert, Harri, tú ert ogn og skattur mín, mín vanæran og skommin er, mín heiður krossur tín! Elizabeth Clephane (Skotl.), ( Danielsen týddi). Á Golgata, har doyði hann, har var tað, dýra blóð hans rann; har leið tú, Harri, fyri meg, tí lív og frið nú eigi eg! Niðurlag: Á myrka, myrka Golgata! Har doyði Jesus deyða mín; á signað, signað Golgata! Har vann hann lív og frið til mín. Bjørg skelva, sólin krógvar seg, nú Jesus stríðir fyri meg; og meðan myrkrið fjaldi hann, hann stríddi út og stríðið vann. Á Harri, ikki fati eg, at so tú kundi elska meg og bera hesa byrðina hin myrka dag á Golgata! M'K. Darmood. ( Danielsen týddi). Um nakar nú meg spyrja vil um mína grund til frið, um einki annað hoyrir til, sum ein má hava við, enn Jesu blóð og eina tað, sum fleyt á Golgata hin dag, tá svari eg: Mín grund er góð, mín grund er Jesu blóð. Tað er hin fasta hellugrund, sum trygt eg byggi á, við tí eg skal til síðstu stund, ja, allar ævir stá; og táið Jesus heim meg ber, hans blóð tá enn mín songur er, tí Lambsins blóð er lykilin til sjálvan Himmalin. Hav takk, tú mildi Frelsari, takk fyri hesa flóð, sum reinsar meg frá syndini: Títt egna, dýra blóð! Takk fyri tíni sløg og sár, takk fyri tíni róp og tár, takk, takk, at eg skal síggja teg, mín Gud og Frelsari! Erik Pontoppidan (Danm.), ( Danielsen týddi). Út loyst á tann gleði at siga! Út loyst gjøgnum Frelsarans blóð; út loyst á ein undurfull náði tann sál, sum fyrr langt burtur stóð! Niðurlag: Út loyst, út loyst! Út loyst gjøgnum Frelsarans blóð! Út loyst, út loyst tann sál, sum fyrr langt burtur stóð! Út loyst og í Jesusi bjargað! Ei orð kunnu fram bera tað; hans kærleiki lýsir um okkum og gleðir várt hjarta í dag. Vit minnast vár elskaða Harra, vár sál honum lovsong fram ber; vit syngja, vit kunnu ei tiga, hans kærleiki verdur tað er. Vit vita, vit skulu hann skoða, tann Harra, sum synd vára bar, sum trúfastur her okkum verjir og náðigur er okkum nær. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Jesus, halt mær við tín kross! Har ein kelda fløðir, sum frá synd ein reinsan er, sorg og pínu grøðir. Niðurlag: Krossurin, krossurin øll mín æra veri, til eg tær í Himlinum betri prís fram beri! Har við krossin, skelvandi, tú, á Harri, fanst meg, har við tínum kærleika fast til tín tú bantst meg! Á Guds Lamb! Á krossinum eg teg síggi hanga; í hans skugga hvønn ein dag lær tú meg at ganga! Nær hjá krossinum eg nú leingjast vil og bíða; brátt í skýnum kemur tú, skjótt tær stundir líða. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Guds Lamb! Upplyft várt eyga sær teg mitt í trónuni; á okkum skín, títt ljós send nær frá høgu dýrdini! Títt verk er væl og ævigt gjørt, vit liva, eru frí; til Gud tú hevur okkum ført, tí tær vit standa í. Tó lat nú flóta náði her, vís megi tína nú, her mitt ímillum okkum ver, teg sjálvan vísi tú! Frá ljóssins hæddum uppi har, úr miðju trónunnar, skín her, vit bíða eftir tær, og metta sálirnar! Alexander Stewart (Skotl.), ( Danielsen týddi). Sorgarmaður navn hans er, Sonar Guds, sum doyði her; syndarar hann sælar ger lovið Gudi! Hvør ein frelsa! Boygd var sál hans, særd og móð, í mín stað hann dømdur stóð, frælsi keypti mær hans blóð lovið Gudi! Hvør ein frelsa! Yvir mær lá dómur, bann, reinur, sakleysur var hann, fullan frið hans blóð mær vann lovið Gudi! Hvør ein frelsa! Tað er fullgjørt! róp hans var, táið krossurin hann bar; nú hann situr Gudi nær lovið Gudi! Hvør ein frelsa! Skjótt hann kemur aftur her, síni frelstu heim hann ber, tá vár nýggi songur er: lovið Gudi! Hvør ein frelsa! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Jesus livir, grøvin brast, deyðin ei kann honum halda, troystin er sum fjallið fast: Deyði hans og blóð skal galda; segl og steinur sett var yvir, men tað brast, og Jesus livir. Eg nú vinni, Jesus vann, deyðin veik, og lívið ræður; Satan bundið hevur hann, gevur frið, og lív í ævir, Himmalin eg opnan finni, Jesus vann, og eg tí vinni. Johan Nordal Brun (Noreg), ( Danielsen týddi). Á, syng um Jesus, Lambið Guds, sum leið á Golgata og galt har fyri teg og meg við blóði skuldina! Niðurlag: Á, eg loystur varð, á, eg loystur varð, ja, við blóði Guds sakleysa Lambs! Á, eg loystur varð, á, eg loystur varð! Prís og lov fái Lambið og Gud! Á, kærleiksundur, guddómskraft, so rík, so full, so há, sum fevnir hvørja sál á fold, ja, meg, sum fallin lá! Ja, nú og allar ævir við skal æran vera tín, sum loysti eina falna verð, á Jesus, Harri mín! Tullius O'Kane (Amer.), f. ( Danielsen týddi). Av krossinum ein kelda rann, ein kelda rann, ein kelda rann, av krossinum ein kelda rann, úr Jesu sárum fleyt; og tann, sum kom til hana, fann, til hana, fann, til hana, fann, og tann, sum kom til hana, fann, hon deyðans megi breyt. Niðurlag: Á signaða kelda, á signaða flóð! Hvønn ein syndara ger hon hvítari enn snjó. Hin ránsmaður á krossi fann, á krossi fann, á krossi fann, hin ránsmaður á krossi fann har frelsu fyri seg; og tó eg óndur var sum hann, var sum hann, var sum hann, og tó eg óndur var sum hann, hin kelda frelsti meg. Guds Lamb! Tað blóð, sum rann av tær, sum rann av tær, sum rann av tær, Guds Lamb! Tað blóð, sum rann av tær, tað missir ei sín mátt, til allur skarin stendur har, stendur har, stendur har, til allur skarin stendur har hjá tær í Himli hátt. William Cowper (Ongl.) (Jákup Olsen týddi). Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin, ei slíkt kundi loyst eina trælbundna sál; í blóðinum leiðin til lívið varð funnin, og umskapt varð hjartað, ið hart var sum stál. Niðurlag: Loystur eg varð, men ei við silvur, keypt mín sál, men ei við gull; hann við blóði mátti gjalda, tað var endurloysan full. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin, mín byrði var tung, og mín skuld var so stór; í blóðinum leiðin til lívið varð funnin og loystur eg varð, tá til Jesus eg fór. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin, eg óttaðist dómin, sum yvir mær lá; í blóðinum leiðin til lívið varð funnin, og óttin svann burt, tá til Jesus eg sá. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin, ei bústað í Himli ein keypa sær kann; í blóðinum leiðin til lívið varð funnin, tá Jesus leið deyðan, hann bústað mær vann. James Gray, (Jákup Olsen týddi). Kristus er upp risin; sál, nú gleðist tú! Kristus er upp risin, sigur vunnin nú. Deyðaður er deyðin, brotin er hans makt, Satans høvur sorað, sum av Gudi sagt. Far til mínar brøður, sig, nú fari eg aftur til mín Faðir, hann, sum sendi meg, hann tit kunnu kalla Faðir tykkara hvør ein friðarheilsan, hvørt eitt boð var tað! Heilsa serskilt Pæturi, sum meg noktaði, í hans sorg sig honum: Jesus elskar teg! Sig, eg livi aftur, skunda, skunda tær, sig, eg fyrigevi tað, hann gjørdi mær! Jesus kemur til teir inn um stongdar dyr, sigur: Frið við tykkum! Eingin meiri spyr; hendur hans teir síggja, kenna, tað er hann; einki hjarta longur ivast, stúra kann. So má eg tá syngja sigurssong í dag, sál mín allar dagar vera hjartansglað. Páskalambið Jesus, sæla er hann mær; navn hans allar ævir prís og lovsong fær. Niðurlag: Kristus er upp risin; glað nú syngið her! Jesus er vár bróðir, Gud vár Faðir er. Kristus er upp risin! Ljóðar heilsan góð; Jesus varð krossfestur, men úr grøv upp stóð. Anders Nilsson (Svør.) ( Danielsen týddi). Ella: Lat okkum syngja, syngja um Lambið! Einasta rós hann hjá Guds børnum er, songurin bæði á jørð og í Himli er jú um hann, sum varð krossfestur her. Lambið er dripið á, hvør ein Faðir, sum slíkt eitt offur til syndarar gav! Blindað vit gingu, av syndini byrðað; Harrin gav sjón, lyfti byrðina av. Lambið er dripið á, hvør ein náði! Blóðið er runnið, og vit eru frí; syndin er burtur, deyðin er vunnin, heiløg sær Gud okkum Jesusi í. Lat okkum syngja, syngja um Lambið! Einasta rós hann hjá heiløgum er; songurin bæði á jørð og í Himli er jú um hann, sum varð krossfestur her. Jens Giverholt (Noreg) ( Danielsen týddi). Hjt Kristus, á krossinum fell á teg heimsins hin stóra neyð, Kristus, tú toldi har fyri meg pínslur og bann og deyð! Himmalski Faðirin rætti har sálini falnu hond, stríðið hitt stóra har stillað varð, slitin øll deyðans bond. Krossurin meinbogi mikil er fyri hitt stolta sinn; honum, sum sorg eftir Gudi ber, balsam er krossurin. Har er ein lívd fyri storminum, sannleikans grund til frið, har er eitt skýli hjá sálunum nú og í ævir við. Heimurin hatar hitt krossins træ, stríðir tí hart ímót; tó finna sálirnar lívd og læ niðri við krossins fót. Jørgen Santon (Danm.), ( Danielsen týddi). of Til sín kross á Golgata fyri okkum Jesus gekk; tí hann okkum elskaði, hann á trænum negldur hekk; har hann hevur fullgjørt alt, alla vára skuld hann galt. Niðurlag: Ja, fyri okkum Jesus gekk út á myrka Golgata; á Golgata, á Golgata! Ja, fyri okkum Jesus gekk út á myrka Golgata. Eingin hugsan fataði, hvussu myrk hin løtan var; tað er fullgjørt! segði hann, sigurin varð vunnin har; tí vit bera fram í dag tøkk og prís til hansara. Hesin stóri kærleiki leiddi meg til krossins fót; lív og sælu har eg fann, hjartafrið og sálarbót; tak meg, Harri, brúka meg, ei mín egin eri eg! Ja, á Harri, eina tín allar ævir eri eg! Einki lívs og deyðans vald meir frá tær kann skilja meg; hjálp, at alt mítt lív, mín ferð, Jesus, tær til æru er! Bateman (Ongl.), d. ( Danielsen týddi). Kúgaður undir krossinum tunga gongur nú Jesus Golgata mót; bløðandi ryggur bera má krossin, hátt hoyrast háðorð, hann talar ei. Nú upp á træið negldur hann verður, dapur er dagur, sólin er dimm; ránsmonnum líkur roknaður er hann, minst til, mín sál, at synd mín hann sló! Syndsvarta myrkur sál hans nú fyllir, misgerðir manna meinsla hans sinn; sligin og særdur, skildur frá Gudi søkkur Guds Sonur í deyðans favn. Alt er útint! hart nú hann rópar, høvur hann boyggir, doyr fyri meg; prís veri honum, stríðið er liðugt, sigurin vunnin, dýrur hann var! Harranna Harri, hálovað navn títt! Neyð vára vegna lýðin tú leið; leinkjurnar sterku loysti tín sigur, fangarnar ørmu førdi tú út. Joel Blomquist (Sv.), ( Danielsen týddi). Á Jesus, Lambið Guds, eg sá, tí mína synd eg kendi; fortaptur, dømdur var eg tá, hann sorg í gleði vendi. Niðurlag: Eg sá á hann, eg trúði, og eg livi; hann sá á meg, og ævigt eitt vit blivu. Eg sá hann líða krossins deyð, sá spott hans hjarta bróta; ja, fyri meg blóðkeldan reyð av honum mátti flóta. Eg sá hann upp við sigur steig, breyt grøv og deyðans veldi; á hann eg líti, óttist ei, hann heimsins fúrsta feldi. Í honum frið nú finni eg, mítt álit eina er hann; og hótta neyð og vandi meg, mær hjálp og ugga ber hann. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Golgata krossur, har Jesus hekk, bjarging mær varð, tá eg trongdur gekk; frelsu og frið har mítt hjarta fekk prísið navni hans! Prísið navni hans! Prísið navni hans! Frelsu og frið har mítt hjarta fekk prísið navni hans! Løgd har á Jesus mín byrði varð, frelsu og náði hann gav mær har; krossurin frið mínum hjarta bar prísið navni hans! Prísið navni hans! Prísið navni hans! Krossurin frið mínum hjarta bar prísið navni hans! Blóðinum eina er frelsa í, so hevur verið frá fornu tíð, sær Harrin blóðið, hann fer forbí prísið navni hans! Prísið navni hans! Prísið navni hans! Sær Harrin blóðið, hann fer forbí prísið navni hans! Enn er hon opin, hin kelda góð, gevur enn hvílu til hjørtu móð, ævigt tað geldur, hitt dýra blóð prísið navni hans! Prísið navni hans! Prísið navni hans! Ævigt tað geldur, hitt dýra blóð prísið navni hans! ( Danielsen týddi). ella Á, hvør er hasin maður, ið krossin bera má? Vanvirdur, niðurboygdur, má líða spott og háð! Jú, hatta er Guds sonur, við tornum krýndur fer við sigri inn í deyðan og mínar syndir ber. Ja, fyri mínar misgerðir soraður tú varð, og fyri míni lógbrot ta hvøssu krúnu bar. Tín máttur upp nú tornar, tín tunga loðar føst, sum vaks títt hjarta bráðnar tú pínur mínar tókst. Tú, Leyvan, rótskot Dávids, tú hevði alla makt, sum lamb tú bart tað stillur og toldi alt forakt. Tú kærleiksfulli maður til krossin negldur varð, ja, mína straff tú toldi og mínar sjúkur bar. Brynleif Hansen, Mín sál, á, syng um Jesus, sum til Gud teg vann við blóðinum, sum loysti teg frá dómsins stund og setti teg á hellugrund! Niðurlag: Á frelsugrund við Kristi kross, á frelsugrund, mítt hvíldarpláss! Ja, tær eg prísi hvørja stund, sum setti meg á frelsugrund. Eg einaferð langt burtur var, Guds orð, Guds lív var ókent mær, eg svav hin trygga deyðans blund, men standi nú á frelsugrund. Á stund, á stund, tá fyrst eg fann, at Jesu blóð í mín stað rann! Eg lívið fekk í somu stund og standi trygt á frelsugrund. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Var tað fyri meg, bert fyri meg, at Jesus gekk hin tunga veg og sligin, tornakrýndur varð var tað fyri meg, hann krossin bar? Niðurlag: Ja, fyri meg, alt fyri meg á stóri ríki kærleiki! Eg lovsong syngja vil til tín, tú doyði, Jesus, Kongur mín! Var tað fyri meg, hitt boð so gott, sum einglar bóru hina nátt: Nú føddur er ein Frelsari -? Takk Harri, ja, tað var fyri meg! Var tað fyri meg, hann græt og bað, var tað fyri meg, hann lá á knæ ta nátt har í Getsemane tann kvøl? Ja, ja tað var fyri meg! Var tað fyri meg, hann boygdi seg á krossinum? Ja, fyri meg hin reyði streymur rann frá tær, tað var fyri meg, tú doyði har! Whyte. ( Danielsen týddi). Til Golgata í andanum vár troytta sál nú fer at dvølja undir krossinum; so søtt tað plássið er. Á sæli staður fyri tann, sum syndir sínar sá, men eisini ta gleði fann, sum fæst á Golgata! Ígjøgnum sorg, sum fatast ei, á Jesus, har tú gekk, vínpersuna tú eina steig, og náðin sigur fekk! Guds Lamb, tú vári hjørtu bantst til tín á krossinum! Hvat har tú leið, og hvat tú vanst er dýrt at syngja um. Várt boygda hjarta síggja kann ta pannu signaða, sum tá við deyðasveitta rann, men nú ber krúnuna. Edward Denny (Írl.), ( Danielsen týddi). Á, eg minnist ein dag og ein einsligan stað, har í sveitta á sólheitum veg undir pínu og neyð og til kvølfullan deyð fór ein maður tað var fyri meg! Síggj ein tornkrýndan mann á mín sál, sært tú hann? Undir mínari byrði og neyð! Tó hann meinslaður er, og tó krossin hann ber, fer hann upp á hin einsliga heyg. Hoyr, teir negla hann fast! Og hvør nerva, sum brast, í hans hjarta so pínafult skar; krossin reisa teir tá, fjøldin hyggur hann á, og teir háða og spotta hann har. Fellur myrkur á vøll, rivna heyggjar og fjøll, og eitt róp hoyrist, eymkiligt, sárt; og hans hjarta, tað brast, vreiðin rámti hann fast, og hitt æviga vónloysi várt. Ja, hann andaðist har, og hann gravlagdur varð á, hann leið fyri teg, fyri meg! Men hann upp aftur stóð, deyðans veldi hann sló, legði okkum til lívið ein veg. Niðurlag: Á, tað rørir mítt sinn, og mær vætast vil kinn, tá hin einsliga heygg eg kann sjá! Tað var har, tað var har, at hann krossfestur varð, so at meg eingin plága skal ná! Carradine. ( Danielsen týddi). Eg ei negldur varð í lógvar, eg ei tornakrýndur varð, eg ei spjótið fekk í síðu, Jesus alt í mín stað bar; hann á krossin upp varð negldur, eg fekk frið í mína sál, hann hitt beiska steypið tømdi, eg, eg fekk ta søtu skál. Hann teir hvøssu tornir stungu, lívið, gleðina fekk eg, hann fekk háð og spýtt og stavsløg, einki slagið rámti meg; hann fekk spjótið gjøgnum síðu, eg fekk Himmalin í ogn, hann fekk straff, og eg fekk náði, hann fekk storm, og eg fekk logn. ( Danielsen týddi). Langt burtur, við Jerúsalem, ein myrkur heyggur er, har hekk mín Gud og Frelsari krossfestur einaferð. Niðurlag: Tú elskaði, tú elskaði! Á, lær meg elska teg og liva tær til æru her, sum doyði fyri meg! Ei sigast og ei fatast kann tann kvøl, ið har hann bar; eg veit bert eitt, at fyri meg hann varð krossfestur har. Ja mær hann keypti náði har, og mær hann keypti frið, eitt stað hjá sær í Himlinum við sína høgru lið. At sløkkja út Guds vreiðield, sum móti okkum brann, og lata himmaldyrnar upp, tað kundi eina hann. Cecil Frances Alexander (Írl.), ( Danielsen týddi). Frelsari, vit tøkk tær siga, lov og prís tær bera her! Fyri okkum doyði, leið tú, sálir várar løn tín er; lov tær veri, at tú toldi krossins kvøl og skomm og stríð! Bløðandi Guds Lamb, vit takka tær, sum frelst vit standa í! Páskalamb, á krossi dripið, øll vár synd varð løgd á teg! Fyri okkum vart tú givin, legði frían frelsuveg; allir fangar loystir vórðu, tá tú bart ta kvøl og neyð, latið upp er himmalportrið, frið í hjarta várt tú beyð. Alt, sum veikt vit kunnu bera tær av tøkk, tú verdur ert fyri krossins mikla sigur; vit tær bera lovsong bert, inntil við tí sæla flokki betur vit tær prísa har, tá vit sameint syngja skulu: Tøkk, Guds Sonur, veri tær! John Bakewell (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á morgun, tú, hvørs fyrsta ljós Guds Son, mín Harra, sá við kraft og sigur risnan upp úr grøvini, hann lá! Í sveipi í tí stillu grøv, har lá mín loysnari, inntil hin triði dagur kom, hin dagur útvaldi. Ja, deyði, grøv og Helviti har royndu halda tær, men skjótt tú teirra leinkjur sleit, tá tímin komin var! Vit syngja prís títt, Frelsari, sum oyddi deyðans makt! Øll tøkk, øll æra veri tín, ei helt tær grøv, ei vakt! Tilbiðjan vit nú bera til vár sigurríka Kong. Øll Guds børn bera honum fram ein søtan takkarsong. ( Danielsen týddi). Lagdur í grøv varð hann, Jesus, mín Harri, grøvin ei binda kann Jesus, Guds Son. Niðurlag: Hann upp úr grøvini stóð, allar sínar fíggindar hann sló sum ein sigurharri yvir Satans makt, grøv og Helviti er honum undir lagt; hann upp stóð, hann upp stóð! Halleluja, hann upp stóð! Innsiglað grøvin er, Jesus, mín Harri! Vaktin ei bindur her Jesus, Guds Son. Sigraður deyðin varð, Jesus, mín Harri! Einki kann binda har Jesus, Guds Son. Robert Lowry (Amer.), ( Danielsen týddi). Tornakrýndan trænum á, stillan vit, Guds Lamb, teg sjá, nívdan undir byrðini, dømdan, slignan, doyggjandi! Panna tín er køld og bleik, sál tín líðandi og veik; undrandi eg síggja má, hvør ein sorg tær hvílir á. Gjøgnumstungna síða tín gevur læ og lívd til mín; frá mær sjálvum hvíli eg og frá heimsins tóma veg. Fjald í náði, endurloyst, gleði, hvíld í hjartað oyst, hvíla vit í blóðinum og dýrtkeypta friðinum. Dýrabara offur! Tú míni sál ert kærur nú; ongan annan frið veit eg nú og til eg síggi teg. Grattan Guinness (Írl.), ( Danielsen týddi). Kom, síggj Guds Lamb, á, síggið hann krossi á, krossi á! Hans blóð har fyri okkum rann krossi á, krossi á; á, hoyr, á, hoyr hann rópa har: Mín Gud, á, hví fórt tú frá mær? Ja, kom og síggj ta kvøl, hann bar krossi á, krossi á! Kom, síggj hans hendur negldar fast krossin á, krossin á! Í deyðanum hans hjarta brast krossi á, krossi á; og sólin misti ljós sítt tá, ein døpur nátt á øllum lá, og Jesus eina stríða má krossi á, krossi á. Upp lyftan har vár trúgv hann sær krossin á, krossin á, vár beiska kalik drekka har krossi á, krossi á; og jørðin skalv, og ljósið svann, og Jesus stríddi út og vann, skuld vára alla greiddi hann krossi á, krossi á. Hitt stóra verkið er nú gjørt krossi á, krossi á; mær lívið vann hitt stríðið stórt krossi á, krossi á; Guds Sonur móti Himli sær, tað fullgjørt er! hann rópar har og boygdi høvd og deyður var krossi á, krossi á. Joseph Hoskins, ( Danielsen týddi). A-e. Á signaði, lívsæli dagur, hann livir, hann livir enn nú! Hann livir, og deyðin ei ræður, á, sál mín, hví syrgdi tá tú! Ei longur nú grøvin hann goymir, har bleikur og kaldur hann lá; hann livir, og sál mín ei gloymir, tá upp risnan Harran hon sá. Hann livir, og eg, eg skal bera hans vinum hitt lívsæla boð; um minstur av hans eg má vera, so ærdi tó Harrin meg so, at eg skal tey tíðindi siga á, kundi eg talað tey væl! Ein eingil um loyvi vil biðja at bera tey boðini sæl. Á signaði, lívsæli dagur, hann livir, hann livir enn nú! Hann livir, og deyðin ei ræður, á sál mín, hví syrgdi tá tú! Hin deyða tú harmaðist yvir, tú grætst á tí einsliga stað; tá fekst tú at síggja, hann livir, og signaður dagur var tað. Johan Halmrast (Noreg), ( Danielsen týddi). Harri, gjøgnum ofrið dýra inni hjá tær! Einki friðin kann forstýra inni hjá tær. Fullkomin ígjøgnum verkið, dýr sum kærleiki tín sterki, heiløg undir tínum merki inni hjá tær. Vit teg slignan, sjúkan skoða vrakaður tú tærdan av Guds vreiðiloga vrakaður tú! Krossur tín er øll vár æra, út til tína skomm vit fara, fylgja tínum sporum bara vrakaður tú! Lamb, ígjøgnum teg vit stíga inn, inn til Gud, reinsað, eiga atgongd fría inn, inn til Gud! Nýggir skapningar vit blivu, navn várt tær á hjarta grivið, burtur ótti, burtur ivi inn, inn til Gud! Fremmand her í heimsins londum út, út til tín fara vit úr trælabondum, út, út til tín; skommin tín er størri heiður enn øll ogn, ið verðin eigur, kærleikshond tín okkum leiðir út, út til tín. Skjótt skal ljóða sigurssongur heima hjá tær; eingin skilnaður er longur heima hjá tær. Eingin sorg skal bróstið tvinga, eingin freisting hjartað stinga, prís Guds Lambi! ævigt klinga heima hjá tær. Elizabeth Dark. ( Danielsen týddi). A-e. Ei blóð, ei altar nú, nei, ofrið liðugt er, ei roykurin frá lambinum mót himli longur fer; men betri blóð úr betri æðrum rann, sum reinsar sálirnar og skuld út strika kann. Takk fyri blóðið, Gud, tíns Sonar dýra blóð, hitt blóð, harí vár friður er, vár sigur, hvíla góð! Á sigur yvir synd og Helviti! Á troyst, at vunnin er vár sterki fíggindi! Takk fyri náðina, sum hvílu okkum gav, sum størri er enn øll vár skuld, Guds djúpa kærleikshav! Ja, Faðir, takk, at henda náði frí rann yvir okkum upp, sum sótu myrkri í! Takk fyri hopið søtt, hitt hop so fast og klárt, sum, inntil dagur rennur upp, kann styrkja hjarta várt! Á ljósa vón, hvørt sólskin sendir tú á manga myrka leið, vár fótur stígur nú! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Eg elski tær bløðandi hendur, sum negldust til krossin ein dag, tær heiløgu hendur, sum píndust so svárt undir hamarans slag. Niðurlag: Eg elski tær bløðandi hendur, tey merki, sum eru á teim; tey siga mær: Hetta er Jesus! tann dagin, eg koma skal heim. Eg elski tær bløðandi hendur, sum rættust ímóti mær blítt: Hygg, barn, hvar títt navn skrivað stendur! Statt upp, tú í ævir ert mítt! Eg elski tær bløðandi hendur, sum gleddu, har sorgin var stór, sum frelstu, sum grøddu, sum reistu, so sjúka og neyð burtur fór. Eg elski tær bløðandi hendur, sum her eg í trúgv havi sæð; mær leingist tær hendur at fevna í Himmalsins sali ein dag. Háberg, Á hvør myrk hin nátt, í hjarta mínum var! Syndahavið villa ýldi har, táið Harrin kom í fjórðu náttarvakt, gjørdi ljóst og stilt við síni makt! Niðurlag: Vegin út til krossin gekk hann fyri meg, ja, fyri meg, ja, fyri meg, vegin út til krossin gekk hann fyri meg og doyði fyri meg. Skelvandi, ein syndari eg kom til hann, kendi ei, hvat náði gera kann, hoyrdi eina rødd so milda: Óttast ei! Fyri teg, júst teg, eg deyðan leið. Undurfulli kærleiki, hann vísti mær, at hann niður steig til krossin har, at hann eina stríddi út hitt tunga stríð hans er æran nú og alla tíð! Mrs. Moyer. ( Danielsen týddi). Í syndini eg gleddi meg, frykt, skomm meg rørdu ei, til ein nýggj sjón mær steðgaði á míni villu leið. Niðurlag: Á Guds Lamb, Guds dýra Lamb, Guds Lamb á krossinum! Har sligin tú varð at vinna mær eitt stað í Himlinum. Eg sá ein hongdan á eitt træ í angist, sorg og neyð, Guds Andi greitt mær vísti tað, eg skuldi tolt rann deyð. Og aldri, aldri gloymi eg, hvat sýnt mær hin dag varð; eg sá mín ónda syndaveg, stóð sekur, dømdur har. Mín vakta samvitska meg tá við ræðslu niður sló, at eg var við, Guds Son at slá og hella út hans blóð. Men so Guds Andi vísti mær hin nýggja lívsins veg: Hitt blóð, har sakleyst úthelt varð, var frelsa fyri meg. So tó eg sá við Kristi kross, hvør stór ið synd mín var, so er har tó eitt signað pláss, har lív er vunnið mær. John Newton (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ár í synd og hugmóð livdi eg, kendi ei hann, sum leið fyri meg, kendi ei hin góða lívsins veg til Golgata. Niðurlag: Náði rík er har á Golgata, fyrigeving fyri syndina; friður er har fyri sálina á Golgata. Harrans orð fekk meg til síðst at sjá, hvussu djúpt í synd eg fallin lá; fyri míni sál rann ljós upp tá á Golgata. Nú í Jesusi eg hvíli trygt, havi á hann alt mítt álit bygt; burt svann ófriður og ivi, frykt á Golgata. Á tann kærleiki, sum toldi tað, ið á krossinum hann bar hin dag! Stóra náði, at mín sál varð glað á Golgata! Wm. Newell, ( Danielsen týddi). Ein sjálvviligur gekk fyri meg, fyri meg út á Golgata bannaða træ; og hann keypti mær frið á tí kvølfulla veg, tá hann bar mínar syndir hin dag. Niðurlag: Tað, sum gekk móti mær, tað varð út strikað har, tað varð neglt upp á krosstræið har; á, hvat toldi hann tó, tá Guds vreiði hann sló, tá hann syndina, skommina bar! Eingin annar var eymur og mildur sum hann, tá hann sál mína inn til sín dró; og nú eingin fordøming meir raka meg kann, tí eg rættvísur eri við blóð. Undir hansara merki eg frítt ferðist nú, til ein dag eg skal síggja hann har; og tá, Jesus, tú æruna fært, eina tú, at tú deyðan og staffina bar! Carrie Breck (Amer.), ( Danielsen týddi). Við Golgata eg stóð ein dag, mín sál var sjúk og sár; ta skuld, ið tá mær hvíldi á, av tváa eingi tár. Niðurlag: Á náði so undurfull, sum ofraði seg, kærleiki, sum á krossinum, doyði, leið fyri meg! Í sorg og angist tá eg græt, meg hjálparleysan sá; men við hin kross fall friðurin mítt særda hjarta á. Hin sjón so søt mær hvílu gav, at har Guds Sonur hekk, bar straff og pínu fyri meg og inn í deyðan gekk. Har við hitt myrka sorgarstað, men søtt á somu tíð, har fann eg frið og rættvísi, har endaði mítt stríð. Edvin Excell (Amer.) ( Danielsen týddi). Læt Jesus blóð sítt fyri meg, tá trænum hann hekk á? Tá hann gekk krossins tunga veg, fekk heilsubót eg tá? Niðurlag: Á ja, fyri meg, á ja, fyri teg, ja, fyri okkum doyði hann og okkum lívið vann! Á, er tað satt, at tað var eg, sum har krossfestur varð? Hvør má eg tá ei elska teg, sum syndir mínar bar! Ja, sólin myrknaði hin dag, tá har títt hjarta brast, tá tú vart á tí dómsins stað á krossin negldur fast. Um eg mítt andlit vildi fjalt og grátið dag og nátt, ei frelsu veitti tað mær alt; men tú alt gjørdi gott. Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tað er ein kelda, fylt við blóð, úr Jesu æðrum rann, og syndarin í hesi flóð frá øllum reinsast kann. Niðurlag: Æra veri Lambinum, sum doyði á Golgata, prís og æra, prís og æra bæði nú og altíð! Hin ránsmaður í deyðastund ta reyðu keldu fann; tá eg við hana kom á fund, eg reinur varð sum hann. Á tú Guds Lamb! Hin kelda reyð, hon missir ei sín mátt; hon frelsir tíni, savnar tey til tín í Himli hátt. Og síðani eg sá hitt blóð og friður mín varð tað, tað vera skal mítt takkarljóð inntil mín síðsta dag. William Cowper (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg síggi streymin reinsandi, títt dýrabara blóð, úr tíni síðu rennandi ein frelsukelda góð. Niðurlag: Á kelda góð! Eg síggi teg, frá synd, frá skuld tú reinsar meg, tær, Harri, lovsong beri eg, títt dýra blóð, tað reinsar meg! Upp reistur standi eg í tí, tað talar mína sak ein nýggjur, reinur skapningur, sum var eitt syndavrak. Tað førdi meg í himmalskt ljós í hesi myrku verð; um dóm og deyða lyftur upp eg eri longu her. Á dýra blóð! Tað Himmal er á jørð at kenna teg og síggja Jesus, Jesus bert, krossfestan fyri meg. Phoebe Palmer. ( Danielsen týddi). Troyttur og vilstur og sokkin í synd gekk eg á villini veg; Jesus, mín Frelsari, sá mína neyð, hann gav seg fyri meg, hann gav seg fyri meg. Niðurlag: Fyri meg, fyri meg, var tað alt fyri meg? Har úr hásæti Himmals til Golgata kross ja, tað var fyri meg. Særdur hann stríddi hitt einsliga stríð, fór til Getsemane har, heingja seg læt á hitt bannaða træ, bað fyri mær, ja, mær, bað fyri mær, ja, mær. Leingi eg vendi mær frá honum burt; men so ein dagin sá eg Jesus í andanum krossinum á doyggjandi fyri meg, doyggjandi fyri meg. Austin Miles (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg kom til krossin og sá ein mann, og sá ein mann, og sá ein mann, ein reyður streymur úr síðu rann, og tornakrýnd var hans panna; hans hendur, føtur, tey vóru særd, hans halga ásjón var spýtt og bard, hans sál var undir Guds vreiði tærd, til háð hann var millum manna. Eg sá hans pínu, eg sá hans neyð, eg sá hans neyð, eg sá hans neyð, og dýra blóðkeldan skarlaksreyð rann eftir krossinum niður; tár runnu honum av eyganum, ið brann av kærleika himmalskum, sum trongdi mær inn at hjartanum, so har varð gleði og friður. Eg sá hans deyðakvøl, beisk hon var, ja, beisk hon var, ja, beisk hon var, og fyri syndarum bað hann har, hann hvørji sál vildi favna; og fyri møðina løn hann fann: Ein armur ránsmaður lívið vann; við somu náði prís fái hann! skal eg í Himlinum havna. Eg sá, at hádagur dimtist tá, hann dimtist tá, hann dimtist tá, eg syndina sína straff sá fá og brotna Djevulsins megi; ja, deyðahøvdingan Jesus sló, lív keypti okkum hans dýra blóð, tá fyri okkum hann dømdur stóð eg lovi honum við gleði. ( Danielsen týddi). Kongur míns lívs, eg krýni teg, tú eigur æruna! Minn, minn meg á tín tunga veg, leið meg til Golgata! Niðurlag: Minn, minn meg á Getsemane, minn minn meg á tín tunga veg, minn, minn meg á, tú elskar meg, leið meg til Golgata! Grøvina vís mær, har tú lá, eymliga grátin um! Einglar í hvítum sótu tá hjá tær í svøvninum. Um eg í myrkri gávur tá beri sum Maria, lat tína tómu grøv meg sjá, leið meg til Golgata! Gev, eg við gleði beri her hvønn dag mín kross við tær, skomm tína, hvussu beisk hon er, tú sum alt mítt bart har! Fyll meg við trá at vinna tann, sum saknar frelsuna! Gævi, mín tunga heiløg brann, segði frá Golgata! Jenny Evelyn Hussey, ( Danielsen týddi). Eg skammist ei við Harra mín, hans mál eg verji frítt; mín æra øll er krossur tín, mítt rós alt orðið títt. Niðurlag: Við hans kross, við hans kross, har fyrst ljósið eg sá, og har byrðin lyft varð hjartanum av, har eg frelsu vann, lív og vón fekk tá, har sælu og frið mær Jesus gav. Mítt álit alt er sett á teg, bert tær eg hvíli á, og ei til skammar verði eg, ei vónbrotin skal stá. Hans hásæti í ævir er, so er hans lyfti við; hann bar, og hann meg uppi ber hvørt lívsins tronga stig. Hann fyri Faðir sínum har við navn mítt kennist tá, og hann í ljósinum hjá sær meg bústað letur fá. Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg sá reistan langt burtur ein vanvirdan kross, eitt merki um pínslur og háð; og eg elski tann kross, har hin Elskaði hekk, og øll syndin lá á honum tá. Niðurlag: Ja, eg elski hin vanvirda kross, har mín sál hevur frelsuna sæð, haldi meg til hin vanvirda kross og hann býti við krúnu ein dag. Á hin krossur, sum vanvirdur, vrakaður er, so heilt hann meg dregur at sær! Tí, á Jesus, hvat fekk teg at bera tann kross! Tað var dómurin, syndin hjá mær. Á tú krossur! Teg fargaði blóðið so dýrt; hvør vakur, hvør kærur tú er! Tí á tær var tað, Jesus hin sigurin vann, sum heilagan, reinan meg ger. Á tú vanvirdi krossur! Lat aldri ein dag meg skammast at bera títt spott, inntil Jesus skal turka hitt seinasta tár av tí eyga, sum mangan var vátt! George Bennard (Amer.), ( Danielsen týddi). Mín vón er bygd á eitt í dag: Á Jesu blóð og eina tað; eg veit mær onga aðra havn enn hesa einu: Jesu navn. Niðurlag: Á klettin Krist mítt hop er bygt, ta einu grund, ið stendur trygt, ta einu grund, ið stendur trygt. Er myrkrið nær, hans andlit fjalt, hans náði ber meg tó um alt; í hvørjum vanda, hvørji ódn, trygg ævigt eru Harrans børn. Hans lyfti, sáttmáli og blóð er grundin tann, ið ævigt stóð; um alt umkring meg svíkja má, á Jesu navn eg líti tá. Tá við basún hann koma skal, mín sál skal møta honum sæl, og í hans rættferð klæddur tá eg frelstur standi honum hjá. Edward Mote (Ongl.), ( Danielsen týddi). III. Jesus livir, Jesus livir, Friðarkongur, vón í stríð, Harri, Frelsari í ævir, ja, hann livir alla tíð! Niðurlag: Jesus livir, Jesus livir, Jesus livir, hann mítt alt! Komi ljós, og komi myrkur Jesus livir, hann, mítt alt! Á, tú livir, himmalbreyð mítt, altíð nær er náði tín! Ja, tá veikastur eg eri, Jesus livir, friður mín. Følni tað, á fold má følna, komi frost, har blóman stóð, verði myrkt, har sólin vermdi Jesus, ljós mítt, livir tó! Fækkist vinir dag frá degi, tagni rødd, sum gleddi meg! Ein er eftir: Jesus livir Harri, ei eg missi teg! Tá av jørð hann heim meg kallar, stilt hin síðsta byrðin fer; Jesus livir, Jesus livir! Túsund ferðir troyst tá er. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Vit prísa vár Jesusi góða, sum úthelti blóðið sítt her; tað sterkari er enn alt annað, sum nevnast kann í hesi verð. Niðurlag: Hitt undurfult frelsandi blóðið, sum Jesus læt úthella her, tað er hin sterka verja, sum eingin kann herja so alvísa ráðið Guds er. Tað hevur umskapandi megi til hjørtu, í trúgv hava sæð, at blóðið er runnið til frelsu og røkkur til dagin í dag. Ei virðileyst blóðið kann gerast av nakrari megi, sum er; hin illi má undan tí flýggja, tá tað fyri hann tú fram ber. Nú hevur hans blóð størri virði enn alt annað, menn kenna her; tað kann fyri syndina gjalda synd alla, í heiminum er. Óli Reinert, Guds Sonur, í Getsemane, mín sál teg hevur sæð, blóðsveitta, kvøl og angist tín, tá tú lá har á knæ! Á krossins planka negldur fast tú fyri øllum bað: Teim fyrigev, tey skilja ei, hvat tú gert her í dag! Guds sigursprógv tú reistist upp av deyða, Jesus mín! Við blóð títt sál mín, keypt til Gud, er nú í ævir tín. Á dýrabari Frelsari, eg má tilbiðja teg, at tú í dóm og deyða gavst teg sjálvan fyri meg! Oluffa Bærentsen, Veitst tú, at fyri teg eg mátti líða? So talaði ein rødd hin dag við meg; eg kendi sárini sum brandar svíða, kom heim, mítt barn, tað var alt fyri teg! Eg eina krúnu fekk av hørðum hondum, tá eg hin dagin sligin, særdur gekk, hon var ei skrýdd við gull og silvurbondum, nei, sár av henni eg í pannu fekk. Teir naglar negldu gjøgnum mínar hendur, á Golgata eg doyði fyri teg; men hygg, í báðum hondum mínum stendur tú teknaður á, kom, eg elski teg! Halleluja! Mín besti vinur er hann eg legði meg í Jesu eyma favn og upp um alla pínu meg nú ber hann inn í ta ljósu, føgru Himmalhavn. Svenskur. ( Háberg týddi). Kristi krossur er mín heiður, lyftir upp um heimin meg; øll tann dýrd, ið Skriftin eigur, savnast Harri mín, um teg! Táið alt meg hevur svikið, ræðsla, myrkur, neyð er nær, krossurin er enn nóg mikið, friður, gleði lýsa har. Og um eydnusólin bjarta skínur á mín lívsveg her, sannar tó mín sál, mítt hjarta: Krossins signing størri er. Ljós og myrkur, stríð og friður Kristi krossur halgar tað, haðan dalar hvílan niður nú og allan lívsins dag. John Bowring (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg helt, at eg visti, hvat kærleiki var, og góðan meg sjálvan sá, men kom so í andanum á Golgata, sá dómin Jesusi á. Eg hoyrdi, hann bað fyri bøðlunum teim, sum negldu á krossin hann; tá fekk eg at skilja, at eg óndur var, meg sjálvan aftur har fann. Við krossin á Golgata fall eg á knæ, um synd mína græt eg har, meg harðan og kaldan sá í hjartans grund, sá eg ein syndari var. Har Jesus bar dómin, ið meg skuldi rakt, hann, sum aldri gjørdi synd; men Harrin meg vitjaði í somu stund, læt upp mær eyguni blind. Eg fekk har at hoyra tey lívsælu orð, sum sálini veittu frið, at táið Guds Sonur har bar heimsins synd, bar mínar syndir hann við. Tey fullu við hvíld yvir hjarta mítt har, tey orð: Tað er alt fullført; eg synd mína havi sæð, og Frelsarin til Guds barn hevur meg gjørt. Chr. Ludwigs (Danm.), ( Danielsen týddi). Fríviligur til krossins deyð tú, Jesus Kristus, gekk, av kærleika til slík sum meg tú negldur fastur hekk. Úr høvdi tínum pressað út tað var, títt dýra blóð, úr hondum, fótum, hjarta við, tá vreiði Guds teg sló. Við blóði tínum strikað út mítt skuldarbræv er nú, Guds Sonur, náðaður í tær, mín gleði øll ert tú! Á undurfulli Frelsari! Tín kærleik sál mín sær, mítt hægsta ynski her á fold, tað er at prísa tær. Oluffa Bærentsen, Mín Harri er upp risin, hann er til staðar her. Hann livir! Hvat so verðin enn trýr, tað sama ger. Eg síggi náðihond hans, og rødd hans er mær kær. Og tá eg heiti á hann, tá er hann nær! Niðurlag: Hann reis, hann reis! Hann livir tí í dag. Hann eigur meg, hann leiðir meg til lívsins ljósa stað. Hann reis, hann reis og lív av deyða bar! Hann tí, sum trýr, í hjarta býr hann livir tí í mær! Í øllum rundan um meg hans náði vísir seg, og um so hjartað troyttast, ei mótið missi eg. Eg veit, at hann meg leiðir ígjøgnum ódnarnátt, og skjótt av degi lýsir tað verður gott! So gleð teg, kristni, gleð teg, ber fram ein sigurssong, eitt ævigt halleluja til Kristus, konga kong. Til fyrigeving synda bert Jesus hevur vald, og lívsins loynda lind er í honum fjald. Alfred Ackley (Amer.), ( Háberg týddi). Ella: Hitt dýrabara Jesu blóð er dýrt í dag sum fyrr; í tí, í tí mín sál fann frið, sær opnar himmaldyr. Niðurlag: Á undurfulla kelda reyð, á dýrabara flóð! Í Himli enn eg syngja skal um blóðið, Jesu blóð. Guds sannleiksorð, tað sigur mær, at ikki minnist hann til eina synd, tí fyri meg hitt dýra blóðið rann. Ja, manga synd eg minnist væl; men alt er javnað alt! Tí blóðið bøtir fyri tað, og mína skuld tað galt. Mín síðsta stund kann verða skjótt, í dag eg veit tað væl; men gjøgnum blóðið, Jesu blóð, hvør trygt eg doyggja skal! Mac Leod Wylie. ( Danielsen týddi). Út á Oljufjallið gongur Jesus bivandi eitt kvøld. Lærisveinar honum fylgja, náttin er so myrk og køld. Niðurlag: Deyðans angist Jesus tærir, syndin nívir Frelsaran, hann, sum aldri hevði syndað nú Guds vreiði ráma man! Inn í garðin Jesus gongur, fellur skelvandi á knæ. ?Faðir, má eg steypið drekka?? Sonurin so bønligt bað. Í Getsemane teir tóku hann við svørðum, gøssum við. Rygg hans teir við píski pløgdu! Eg fekk Himmalin og frið! Høvur hans varð krýnt við tornum, spott og stavsløg rámtu hann! Síðan negldur fast til krossin sigurin hin stóra vann! Myrkur fellur, jørðin skelvur hoyrist tá eitt signað ljóð: ?Fullgjørt!? Harrin Jesus rópar loysigjaldið var hans blóð! Levi Joensen, f. Á Golgata eg dvølji við krossins harða træ, tí ongastaðni veit eg mær so vælsignað læ, og einki stað á fold er so dýrt sum Golgata, í trúnni har eg syngja kann frítt ?halleluja!? Niðurlag: Eg leiti inn til krossin í freistinganna tíð, eg leiti inn til krossin, tá trongd er á og stríð, eg haldi meg til krossm og fái hjálp í neyð, eg haldi meg til krossin, mítt alt í lív og deyð! Og hongdur upp á krossin hin tornakrýndi er, hans líðing, sorg og pína meg djúpt í hjartað sker. Men kærleiki hans bindur hann fast til krossins træ tí elski eg tað staðið, mítt skýli dag um dag. Tá fyrstu ferð eg sá tað á undurfulla stund tað var sum snarljós rakti meg djúpt í hjartans grund, og undir tárastreymum til Harran rópti eg: ?Hav tøkk, á Harri Jesus, tú doyði fyri meg!? Og hann, sum altíð hoyrir, hann hoyrdi róp mítt við, hann kom til mín í náði, hann gav mær hvíld og frið. Mín synd varð strikað út so er Kristi hjartalag, og tí er Golgata nú míns hjartans besta stað! ( Háberg týddi). Mín Harri og Frelsari, tú, sum meg vann við blóðinum dýra, sum hin dagin rann, tá negldur til krossplankan, sligin tú hekk, og neyðin ófatandi yvir teg gekk! Niðurlag: Neyð tín var stór, ófatandi stór, tá stillur sum lambið í deyðan tú fór! Hvør var hasin tímin tó tungur hjá tær, tá naglarnir píndu og krúnan teg skar. Og Faðirin vendi sær frá tær tann dag. Takk, Harri, tú leið hetta alt í mín stað! Nú kemur tú skjótt, Harri Jesus, ein dag at flyta meg heim í hin himmalska stað. Ja, har skal eg gleðast og syngja um teg, sum gekk hendan sorgtunga veg fyri meg. Levi Joensen, f. Eins og tú beyð, á Frelsari, vit savnast her at minnast teg í heilagari gleði! Vit vita, tú, sum reiddi borð, sum okkum sigur greitt títt orð, ert her á hesum degi. Øll makt, og kraft, prís og æra, Harri, bara tín skal vera, lov og tøkk vit tær frambera! Synd vára út tú strikaði, í blóði okkum reinsaði, tí trygg vit kunnu vera; ja, tíni børn vit eru nú, tað er ein náðipakt, sum tú vilt ei til einkis gera. Á ja, tí glað sál og sinni her við minnið teg tilbiðja, á Guds Lamb, og tøkk tær siga! Vit minnast nú við vín og breyð tín kvølfulla og beiska deyð, tað veitir okkum gleði; tú sigurríkur deyðan vann, ei halda tær var mentur hann, tú sprongdi grøv við megi. Skjótt nú vilt tú niður stíga út at fría tíni kæru, føra tey til hvíld og æru. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Á Harri Krist, hvør mildur tú tó okkum higar kallar nú! Vit koma sameint her til tín at minnast teg við breyð og vín. Tú setti okkum stevnu her, og sjálvur tú til staðar er; tí minnast vit nú, sum tú beyð, tín kærleika, tín beiska deyð. So stórur var tín kærleiki, at tú teg sjálvan ofraði og doyði í tíns óvins stað tað minnast vit við tøkk í dag. Nú við tíns Faðirs høgru lið tú tínum gevur fullan frið; hjálp okkum tí av hjartans grund at minnast teg í hesi stund! ( Danielsen týddi). Títt dýra blóð, sum rann, tað okkum frelsu vann; hvar finst ein slíkur kærleiki, sum so seg ofraði! Og nú við vín og breyð vit minnast á tín deyð, ta beisku skál, tú tømdi tá, so vit ta søtu fá. Vælsignað er títt navn, tú okkum tókst í favn; við hvønn av okkum sigur tú: Á, minst meg, minst meg nú! ( Danielsen týddi). Ella: Eins og vit við sakni væl mangan vin á foldum minnast, ynskjandi, at skjótt hann skal glaður her við okkum finnast, so í dag vár fundur er: Hjartasak er minnið her. Fyri okkum vildi tú her á deyðans træi bløða, fyri okkum bert tú nú bønir fram í Himli høga; greitt og klárt tú okkum beyð her at minnast á tín deyð. Men tá her vit um títt borð setast fleiri ella færri, minnast vit títt egna orð, at tú ert her sjálvur, Harri! Gleði søt og troyst tað er lat tín Anda tala her! Noel (Ongl.), ( Danielsen týddi). Í felagsskapi um títt borð nú fólk títt savnað er; vit nú, sum okkum beyð títt orð, títt minni njóta her. Og hvørji sál, sum elskar teg, vit fagna her so glað; vit hava eina vón, ein veg; eitt lív, ein hvíldarstað. Lat hvønn og ein tí kenna nú, at tú ert sjálvur nær, tín frið, tín kærleik sendi tú, send gleði, kraft frá tær! Mary Peters, ( Danielsen týddi). Sum tú mær, Jesus, sjálvur beyð, í djúpum eyðmýki eg hetta, Harri, gera vil, eg her vil minnast teg! Títt likam, brotið í mín stað, er føði fyri meg, títt blóð til mína frelsu rann tí vil eg minnast teg. Kann eg væl gloyma Golgata og hitt Getsemane, tín angist og tín sveitta har! Nei, eg vil minnast teg! Tá andi mín sær krossin, har tú doyði fyri meg, Guds Lamb, har tú eitt offur var, tá má eg minnast teg! Teg minnast, og ta beisku kvøl, tú bart har fyri meg, ja, meðan enn mítt hjarta slær, eg minnist, Jesus teg! Og táið tú nú kemur skjótt til tín at taka meg, í allar ævir, á Guds Lamb, mín sál skal skoða teg! James Montgomery (Skotl.), ( Danielsen týddi). Fyri breyð og fyri vín, fyri, at eg eri tín, fyri kærleik tín til mín vit, Harri, takka tær! Einki uttan vín og breyð minni dýr tó eru tey; vit tey taka, sum tú beyð og, Harri, takka tær! Fyri sálarhvíluna, fyri myrka Golgata, fyri søtu náðina, vit, Harri, takka tær! Fyri tíni tungu spor, fyri hvørt eitt náðiorð, fyri hetta ríka borð vit, Harri, takka tær! Til tú kemur, hetta breyð nú vit bróta, sum tú beyð, og kunngera so tín deyð og, Harri, takka tær! Kalikin vit taka tá, blóð títt, deyða tín, vit sjá, rørd og boygd tað minnast á og, Harri, takka tær! Skjótt tín koma verða má, skjótt vit tína ásjón sjá, gera hetta inntil tá og, Harri, takka tær! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Harri, tú ert her til staðar við títt egna borð í dag! Dýrabart er her at savnast, eingin rætt kann virða tað; dýrar stundir her vit funnu, ivin burtur, Harrin nær, dýrt frá øllum deyður vera og hugtikin bert av tær. Glað og trygg, tí tú ert nær, og eina leidd av Andanum, hvílandi í tínum friði taka vit av minnunum, taka hesi dýru tekin um tín stóra kærleika, um títt likam og um blóðið, um tín deyð á Golgata. Á, hvør dýrt teg so at síggja her í minnum, sum tú beyð, gjøgnum kalikin, tú signar, og ígjøgnum hetta breyð! Harri, síggj, vit savnast saman, limir um várt eina høvd, eitt við øllum tínum børnum, hvar á fold tey eru stødd! Og vit vita, sum tú lovar, tú vilt sjálvur vera nær, hvørja ferð, vit um teg savnast, til at gleðast bert í tær; størsta vónin er tó eftir fyri hjørtu bíðandi: Skjótt vit um teg sjálvan sita, ei um hesi minnini. Mrs. Thompson. ( Danielsen týddi). Í tínum navni, Jesus, bert vit savnast skjótt, har sum tú ert! Og tað er grundin, hví í dag títt borð er reist á hesum stað; og tað, vit vilja minnast nú, er, Harri, tú og eina tú! Á Jesus, Harri, í tær er til fulnar alt, vit nýta her, nóg nógv at gera okkum glað, tú stjørna bjørt á myrkum stað; hitt eina rós er nakað vert: Títt blóð, títt blóð til sælu bert! Hvør gleði er at fylgja tær, men, á, at vera hjá tær har! Í fullum máli skalt tú tá tilbiðjan, lov frá okkum fá; og tað, vit minnast tá sum her, títt blóð, títt dýra blóð tað er. Mary Peters, ( Danielsen týddi). Meðan saman her vit njóta hetta vín og hetta breyð, síggja vit títt blóð at flóta, síggja krossins kvøl og neyð; eyguni vit aftur lata fyri hesi tómu verð, síggja tár títt andlit væta, síggja byrðina, tú ber. Særda likam títt vit síggja, hoyra tína angistrødd, síggja vinirnar at flýggja, síggja teg at boyggja høvd; greitt lat okkum alt tað skoða, hvussu dýr vár frelsa var, at tilbiðjan nú vit muga her av hjarta bera tær! Edward Denny (Írl.), ( Danielsen týddi). Vit koma, á vár Faðir, og eitt várt hjarta er, og savnast til hitt eina, tín Son at minnast her! Tvey tekin her vit hava, tvey minni, søt og góð, eitt breyð hans likam brotið, ein kalik Jesu blóð. Vit bróta breyð og undrast, hvør stór tín náði var, á kærleik tín, sum dró teg frá tíni trónu har; fullkomin er tann brúður, tú her tær hevur valt, tó sjálv bert ørm og fátæk, í tær hon eigur alt. ( Danielsen týddi). Á gleðihátíð søt! Hvør náði stór tað er at njóta hetta breyð og vín og minnast Harran her! Nú, Harri, sjálvur kom og okkum kenna lær tann kærleik, sum í Faðirs tíns og tínum hjarta var! Her samvitskan fann frið, og trúgvin gleðir seg við, hvussu søtt, á lívsins breyð, tað er at minnast teg! Tað blóð, sum hin dag fleyt, í minninum vit sjá; tín Andi vitnar okkum í, at frelst vit vórðu tá. Og er tað tá so stórt ein forsmakk njóta bert, hvat verður tað tá, Harri, teg, at síggja, sum tú ert! Ja, teg at skoða í fullkomileika har, á náði tína undrast tá í ævir nær hjá tær! Edward Denny (Írl.), ( Danielsen týddi). Meðan breyðið her vit bróta, lat várt eyga upp at sjá blóðið títt á trænum flóta og tað spott, ið tú bart tá! Harri, á, at alt tú toldi! Vit nú minnast á títt stríð, alt tað, sum vár synd tær voldi, nú vit savnast navn títt í. Síðsta møti títt við tínum, tíni spor um Kedrons á, alt tað mál av kvøl og pínum, sum á tínum hjarta lá, tíni neyðarróp á krossi, har tú hekst til spott og spæ, minnast vit á hesum plássi við tilbiðjan henda dag. Miss Carter. ( Danielsen týddi). Ei nakað bein varð brotið, Guds reina Lamb, í tær um lív og frið eitt tekin hjá tí, sum kom tær nær! Ja, fyri sínar limir bar høvdið dóm og bann, og Gud tí fólks síns syndir ei longur minnast kann. Vit heysta tað, við tárum tú, Harri, sáaði! Tí her bert eitt vit minnast: Tú okkum elskaði. Vit minnast, at Guds rættferð teg skilti honum frá, at stoltir menn um krossin tær buðu spott og háð. Í armóð vart tú føddur, í skomm tín deyði er, ei rós á fold tú søkti, ei dýrd, ei heiður her; og fólk títt við tær fylgist ta leið, tú sjálvur gekk, og gleðist við tann sigur, av grøvini tú fekk. Títt lív, tín deyð vit minnast og fylgja tíni leið og hyggja mót tí staði, har ljósið sløknar ei; vit glað tí eta, drekka nú hetta vín og breyð, við boygdum hjarta minnast tín deyð, Guds Lamb, tín deyð! Robert Chapman (Ongl.) ( Danielsen týddi). Harrin Jesus koma skal søtu troystarorð so sæl! Tað er bert ein lítil stund, til vit koma heim á fund; sæla heim, har uppi er! Jesus kemur aftur her. Táið tey, vit elska her, Harrin heim til hvíldar ber, tómligt kennist uttan tey, gleðin mangan tykist deyð; bert ein lítil stund tað er Jesus kemur aftur her. Mangan vátt várt eyga er, alt, sum sæst, tað svinnur, fer, mangur tyngist her av sorg ikki so í ljóssins borg; hetta hvíld til hjartað ber: Jesus kemur aftur her. Til vit fara hiðani, savnast vit um minnini; øll hans, bæði fjart og nær, sita tá um borðið har; sorg og saknur burtur fer, tí at Jesus komin er. Edward Bickersteth (Ongl.), (Jákup Olsen týddi). Á Harri Krist, at minnast teg er søtt og signað fyri meg! Men søtari enn alt tó er, at tú ert sjálvur staddur her. Á Jesus, søta sálartroyst, lívskelda góð, í hjartað oyst, sum onnur gleði ei kann ná og stígur upp um alla trá! Ei muður hetta mæla kann, so føgur orð ei nakar fann; bert tann, sum sjálvur royndi tað, hann kennir Jesu kærleika. Á Krist, tann kærleiki, tú ber, hann sterkari enn deyðin er! Tú komst og eina brúður vann, men fyri hana blóð títt rann. Á Kristus, klára rættferðsól, vár borg, vár klettur, lívd og skjól! Hvør elskuligt títt minni er, hvør dýrt at møtast við tær her! Bernard úr Clairvaux ( Danielsen týddi). Hvør dýrt at savnast, Harri, her um títt hitt søta navn, at gloyma alt, á foldum er, og leita í tín favn! Í heilagari gleði tær vit prísa vilja nú; tí eingin annar vinur var, á Jesus, eins og tú! Tú toldi krossins beiska deyð, og eina har tú stóð; at frelsa okkum út úr neyð tú lætst títt dýra blóð. Til fyrigeving syndanna tað, Harri, runnið er, og til títt minni dýrt er tað, vit bróta breyðið her. Inntil tú kemur, er títt orð; tó ert tú okkum nær; takk fyri hetta ríka borð vár troyst tað mangan var! Therese Engström (Sv.). ( Danielsen týddi). Á, hvør vinur er ei Jesus, hann, sum sorgir várar bar! Stóri forrættur at bera alt til Gud og hvíla har! Á, tann frið, vit mangan sakna, á, eitt tómt og ónýtt stríð, tí vit ei av fullum hjarta søkja Gud og eina tí! Ert tú freistaður og royndur, er alt fløkt og myrkt hjá tær? Aldri mást tú missa mótið, far í bøn til Harran, far! Tað, sum hjarta títt kann níva, er ei ov smátt fyri hann; ber tað fram og statt so stillur! Tú skalt sjá, hann vil og kann. Ert tú tyngdur, troyttur, veikur, myrkrið tætt og stongd hvør leið? Enn tú hevur tó ein útveg: Bið á, bið og troyttast ei! Svíkja vinir teg og háða? Bið til Gud av hjartans grund! Hann í sínum kærleiksfavni bera vil teg hvørja stund. Joseph Scriven (Canada), ( Danielsen týddi). Hvar sum helst við Jesusi eg fari trygt, hvar sum helst hann leiðir meg, er eingin frykt, hvar sum helst foruttan hann er gleðin deyð, hvar sum helst við Jesusi er eingin neyð. Niðurlag: Hvar sum helst, hvar sum helst, óttast kann eg ei, hvar sum helst við Jesusi er lívsins leið. Hvar sum helst við Jesusi ei einsligt er, onnur kunnu svíkja, Jesus ei tað ger; tó hans hond meg leiðir gjøgnum dapran dal, hvar sum helst við honum eg tó takka skal. Hvar sum helst við Jesusi eg hvíla kann, tóat dimmi náttarskuggi dagin vann; tí eg veit, eg síggi skjótt hin bjarta dag, sum mín sál í trúnni hevur longu sæð. Jessie Pounds (Amer.), ( Danielsen týddi). Gev trúgv, sum ikki skelvur, tá bert fíggindin sæst nær, sum svíkur ei, tá hon bert sorg og neyð og armóð sær! Gev trúgv, sum knarrar, stúrir ei, Gud, undir tíni tykt, men sum í hørðu royndartíð er still og uttan frykt! Gev trúgv, sum styrknar meir og meir, tá stormur ýlir hátt, sum óttast ei í vandanum og myrku ódnarnátt! Gev trúgv, sum fer ta trongu leið, til lívið liðugt er, sum virkar sterk og troyttast ei og glað í deyðan fer! Ja, Harri, gev mær slíka trúgv, so, hvat ið koma má, mín sál kann hvíla trygg hjá tær, til eg tær standi hjá! William Bathurst (Ongl.), ( Danielsen týddi). Er títt hjarta troytt á tungum vegi? Ber tað til Jesus, ber tað til Jesus! Tykist sorgin stór, er deyð tín gleði? Ber tað til Jesus í dag! Niðurlag: Ber tað til Jesus, ber tað til Jesus! Ei slíkan vin eigur tú; hann fram um allar kanst tú bróður kalla, ber tað til Jesus júst nú! Renna sorgartár á tínum kinnum? Ber tað til Jesus, ber tað til Jesus! Tyngist tú av gomlum, sárum minnum? Ber tað til Jesus í dag! Tykjast dimmir skuggarnir at vera? Ber tað til Jesus, ber tað til Jesus! Ræðist tú, hvat framtíðin kann bera? Ber tað til Jesus í dag! Tyngir sjúka, armóð, sorg og neyðin? Ber tað til Jesus, ber tað til Jesus! Gerst tær leiðin myrk og hóttir deyðin? Ber tað til Jesus í dag! Edmund Simon Lorenz (Týskl.) Týddur til enskt av Jeremiah Rankin (Amer.), ( Danielsen týddi úr enskum). So eym og mild er Jesu rødd, ið savnar okkum her sum limir umkring seg sum høvd og friðarheilsu ber. Men sum várt hjarta gleðist nú, at vit tær hoyra til, vit biðja bønliga, at tú enn fleiri frelsa vil. Tey kenna, Harri, ei títt navn, tey lærdu ei tín veg, tey funnu ei ta tryggu havn, sum er at kenna teg. Á Harri, lat hitt glaða ljóð tó hoyrast reint og frítt, har avgudsaltar áður stóð, lat reisast tempul títt! Og hoyr ta bøn, vit biðja nú, hvør veik vár trúgv enn er: Til reiðar okkum ger, so tú kanst velja vitni her! Parson. ( Danielsen týddi). Sum hindur mong tó reisa seg, tá eg, á Gud vil søkja teg! Tó má mítt hjarta elska bøn, eg veit, hvat hon mær ber í løn. Bøn ger av jørð til Himmals brúgv, hon vekur kærleik, styrkir trúgv, ger sólskin, har sum myrkur var, og dregur hvørja signing nær. Bið lítið, og tú falla má, bið nógv, og tú skalt sigur fá! Ja, Satan skelvur, táið hann eitt veikt Guds barn á knøum fann. So leingi Móses stóð og bað, so leingi Guds fólk vann hin dag; men tá hans armur troyttur hekk, var sigurin hjá Amalek. Á, vóru færri orð bert nýtt um stórt og smátt, um títt og mítt, men fleiri nýtt í hjartans bøn, hvør gleði, friður varð vár løn! William Cowper (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á bønartíð, á bønartíð, sum kallar meg frá sorg og stríð at bera fram, á Gud, til tín alt tað, sum tyngir anda mín! Tá mótið fall, og grátur rann, eg har ein søtan lætta fann, úr freisting mangan frelstur var, á bønarstund, av tær, av tær! Á bønartíð, á tíð so góð! Tú gevur hvíld til hjørtu móð; mín andi tráar eftir tær og frøir seg, tá tú ert nær. Tá leiti eg til staðin tann, har eg við Gudi møtast kann, og kasti tað, sum tyngir meg, á bønarstund, og njóti teg! Á bønartíð, á tíð so sæl! Tín rødd mítt boð nú bera skal til hann, sum er í trúfesti til reiðar til at signa meg. Og táið hann nú býður mær at søkja seg og trúgva sær, eg kasti á hann alt mítt stríð, og bíði tær, á bønartíð! W. Walford (Ongl.), øld. ( Danielsen týddi). Bøn er hin sterka sálartrá, í orðum ella ei, ein eldur, sum bert Harrin sá úr trongdum brósti steig. Bøn er eitt suff, í hjartað brent, eitt róp, sum krevur svar, eitt eyga vátt, mót Himli vent, tá eina Gud er nær. Bøn er eitt orð, so einfalt sagt, sum barnamuður kann; bøn jarðarríkis størsta makt, sum sjálvan Harran vann! Bøn veitir Guds barns brósti mátt, hans heimlands luft so rein, hans loysnarorð á deyðans gátt við bøn inn um hann trein. Bøn er tað boð, úr hjarta fer, sum vandan hevur sæð; tá gleði millum einglar er, teir siga: Hygg hann bað! Á tú, sum ert várt lív, vár leið, vár vón, várt alt ert tú! Tú bønarvegin sjálvur steig lær okkum biðja nú! James Montgomery (Skotl.), ( Danielsen týddi). Táið myrkrið valdið fær, halt á at biðja! Harrin er við signing nær, halt á at biðja! Lat ei óttan valdið fá! Ei skal nakað ilt teg ná, Gud veit veg, og Gud veit ráð halt á at biðja! Niðurlag: Halt á at biðja! Halt á at biðja! Gjøgnum Jesu dýra navn halt á at biðja! Á Guds barn, um mótið sveik, halt á at biðja! Renna tár, er trúgvin veik, halt á at biðja! Skjótt títt eyga dagin sær, einki tár skal renna har; bið, tí Gud er altíð nær, halt á at biðja! Er tín sál av stríðnum móð, halt á at biðja! Bið, tí Harrin livir tó, halt á at biðja! Hjartans róp títt hoyrir hann, hjálp hann ei tær sýta kann; tann, ið leit á Gud, hann vann halt á at biðja! Prís við bøn skal fylgjast her; halt á at biðja! Bið, til lívið liðugt er, halt á at biðja! Til tú í tí gylta stað, skalt, hin endaleysa dag, syngja við í gleðilag halt á at biðja! Smith. ( Danielsen týddi). (II). Frá stormi og frá ódn, sum sló, frá djúpu, tungu sorgarflóð eitt stað Guds børnum hvílu ber: Við náðistólin friður er. Tí hann, sum vára møði sær, við gleðiolju salvar har; eitt stað fram um øll onnur søtt er hetta fyri hjartað møtt. Hvar er tó onnur hjálp at fá, tá hold og Djevul herja á, tá mót og trúgvin svíkja hvar, um náðistólurin ei var! Har andin skyldar andar fann, har vinur vini møta kann; tó spjadd um oyggjar, lond og fjøll, við náðistólin finnast øll. Hugh Stowell (Ongl.), ( Danielsen týddi). Allan vegin hann meg leiðir; kann eg ynskja meir enn tað! Kann eg ivast um hans kærleik, sum meg leiðir dag um dag! Himmalsk hvíld er við hans hjarta, sjálvt tá stormar ýla mest; tí eg veit, hvat enn meg hendir: Tað, sum Jesus ger, er best! Allan vegin hann meg leiðir, hann mær gevur lívsins breyð, gevur kraft til hvørja mótgongd, troyst í sorg og hjálp í neyð! Tá eg troyttur mangan snávi, og tá tostin plágar meg, fløðandi úr lívsins kletti gleðistreymar finni eg! Allan vegin hann meg leiðir; men hann elskar meir enn tað: Ævig hvíla mær er lovað heima í hans ljósa stað. Tá so síðsta stig er stigið, farið er alt myrkt og kalt, ævigt glaður skal eg sanna: Jesus leiddi gjøgnum alt. Fanny Crosby (Amer.), ( Háberg týddi). Vár Gud hevur sagt, og hann halda tað vil: Er myrkur og tungur tín dagur, eg eri ein borg, sum tú flýggja kanst til hann lyftini heldur í ævir. Niðurlag: Í ævir í ævir! Nei, ei bert í dag, hann lyftini heldur í ævir! So langt sum tú trýrt, tú síggja skalt tað, hann lyftini heldur í ævir. Hin leitandi finnur, hin biðjandi fær, hin syrgjandi skal gerast glaður; ei nakar, sum søkti hann, burt koyrdur varð hann lyftini heldur í ævir. Tó ofta mítt verk tykist nyttuleyst stríð, eg veit tó, at Faðir mín ræður; hann sólskin vil geva í sínari tíð hann lyftini heldur í ævir. Víst syrgir mín sál, tá meg sjálvan hon sær, men aldri skal koma tann dagur, tá rørið hitt løstaða sundur hann slær hann lyftini heldur í ævir. Víst kunnu tey slitna, tey eymastu bond, men har uppi stendur ein staður, har aldri skal syrgja mín frígjørda ond hann lyftini heldur í ævir. Kirk (Ongl.). ( Danielsen týddi). Gud er trúgvur, hann mær ei vil sleppa, hann við hjálp í vanda er mær nær; um á sorgarleiðum alt vil gleppa, Gud er trúgvur, hann ein útveg sær. Veg hann veit, um ongan veg eg skoði, sjálvur hann í myrkri nær mær er; hóttir neyðin, brennur royndarlogi, Harrans nærvera meg tryggan ger. Sól og skjøldur vil mær Harrin vera, á hans navn eg trygt vil líta meg; dýrabari Harri, eg vil bera æru tína fram á mínum veg! Tú ert trúgvur, aldri vilt tú svíkja, hetta ger mítt hjarta trygt og stilt; náði tín skal aldri frá mær víkja, tína friðarpakt tú minnast vilt. ( Danielsen týddi). Upp, mín sál, tín Gud teg leiðir, einki vald kann forða tær! Hygg bert upp, hann vegin greiðir, fram við fríum móti far! Vil teg oyðimørkin brenna, og er sál tín veik og móð, hygg tá upp, og tú skalt kenna, lívsins kelda flýtur góð! Lat bert ótta, iva fara, hugsa um tíns Faðirs makt! Hann vil teg á vegnum varða, leiða, sum hann hevur sagt. Gud teg allar ævir føðir og á faðirarmi ber; undir trælakoyrli bløðir tú ei, tí tú fríur er. Og tá skjótt teg frelsarhondin leiðir í Guds ríki inn, á, hvør frí og glað er ondin, á, tann hvíld í sál og sinn! Tá tú sært tað, trúð tú hevur, vælkend Jesu rødd er tær; her hann ljós og frið tær gevur, hvílu við sítt hjarta har. John Darby (Ongl.), ( Danielsen týddi). Mín tíð er tær í hond, á Gud, tað best er mær! Mín lutur, lukka, lív og sál alt hvíli heilt hjá tær! Mín tíð er tær í hond, ið hvat hon við sær ber; tung ella løtt, myrk ella ljós frá tær tað alt tó er. Mín tíð er tær í hond hví ivast, óttast tá! Ónýtta sorg mín Faðir ei vil leggja barn sítt á. Mín tíð er tær í hond, krossfesti Harri Krist! Tín hond av míni synd er merkt, tú væl meg leiðir vist. Mín tíð er tær í hond; eg teg vil líta á, til eg títt andlit síggja skal og í títt ríki ná. William Lloyd (Ongl.), ( Danielsen týddi). Elskaður til endan syng nú, hjarta mítt! Elskaður av honum, sum gav lívið sítt; hjartans heita kærleik allan gav hann tær, táið her á krossi ofraður hann varð. Niðurlag: Elskaður til endan hvønn ein lívsins dag; elskaður til endan sál mín, ver tí glað! Eingin dagur kemur, tá tú síggja skalt fyri tær og tínum Jesu hjarta kalt. Gjøgnum djúpar dalar, gjøgnum myrka nátt, gjøgnum tíðir tungar lýsti hetta hátt; táið vónir brustu, hetta orðið tá eins og himmalskt balsam legðist hjartað á. Byrðar kunnu níva, vandar hótta her, sorgir kunnu tyngja her á tíni ferð; eitt tó ikki vikast sál min, gloym tað ei: Harrin, sum teg elskar, broytist ikki, nei! Jákup Olsen, Á vakt á ljóssins tindum teir trúarkappar stá; til sigur stríðið førast má, nú náttin kemur á. Tó Satans pílar myrkja sól sum freka heglingsæl, várt trúarmerki enn sum fyrr, tað sigur geva skal. Niðurlag: Trúgv sigursmerkið er, trúgv sigursmerkið er; á sigursmerki stórt, sum vunnið hevur alt! Guds frelsa, hon er hjálmur vár, várt svørð er Harrans orð; so stríddu teir, sum sita nú í gleði við Guds borð. Frá kraft til kraft teir fóru fram, tá harðast stríðið brann, og sigursskjøldur teirra var tann trúgv, sum deyðan vann. Á øllum síðum leikar stríð, og flokkar herja á; tó, Harrans verk ei lúta skal, men sigur stóran fá; við sannleika í hjartarót, í barmi Harrans frið, vit taka Andans svørð í hond og vinna Satans lið. John Yates (Amer.) Um ( Danielsen týddi). Eg veit, mín Frelsari, hann livir, og at hann kemur aftur her, at øllum hann er Harri yvir, at ævigt lív í honum er. Niðurlag: Eg veit, eg veit, at Jesus livir, eg veit, hann kemur aftur her; eg veit, hann øllum valdar yvir, eg veit, at lív í honum er. Eg veit, hans lyfti ævigt vara, eg veit, hans orð ei doyggja kann; um deyðin enn mítt kjøt skal tæra, tað førir meg bert heim til hann. Eg veit, hann mær ein stað til reiðir, eg veit, eg skjótt skal búgva har á, undurfult! Hann her meg leiðir, og so hann kemur eftir mær. Jessie Pounds (Amer.), ( Danielsen týddi). Guds orð og lyfti ei kunnu svíkja, nei, fast tey standa, um fjøll enn falla; um aðrir stuðlar enn detta, víkja, Guds lyfti svíkja ei tá. Niðurlag: Guds lyfti halda, hvat enn eg missi, hvat enn ið brestur, tey bresta ei; um stjørnur blankar enn sløkna allar, Guds lyfti svíkja aldri, nei! Guds lyfti halda í neyðartíðum, um mótið svíkur, og vónin víkur, um hjartað troyttast í heitum stríðum, Guds lyfti svíkja ei tá. Guds lyfti halda, tá lívið følnar, tá fepur brennir, og deyðin nærkast; hans hond meg styðjar, tá ennið kølnar, Guds lyfti svíkja ei tá. Guds lyfti halda, tá nátt skal lætta, og Harrans rødd tey í grøv skal kalla; tá hann har uppi skal krans mær rætta, Guds lyfti svíkja ei tá. Johan Holmstrand (Sv.), ( Danielsen týddi). Undurfulla frelsu fann eg, frelsu fría, æviga, tá mítt hjarta kom at kenna Jesus sum mín Frelsara. Niðurlag: Nær hann er mær allar dagar, ríka náði hans er nær; og tá mest eg til hann treingi, stendur trúgvast hann við mær. Byrðar, sum eg ei kann bera, við hans fót eg leggja kann; kraft til stríð og hjálp í royndum gjøgnum bøn eg altíð fann. Trygg er sál mín í hans hondum, hann mær heldur ævigt fast; friður mín sum flóðin stígur, náðipaktin aldri brast. Prís tær veri! Tú meg frelsir, hvønn dag styrki fái eg; dýri Frelsari! Eg ynski tæna tær og elska teg. ( Danielsen týddi). Tala nú, Harri Jesus, sál mína tala til: Eg skal tær aldri sleppa, altíð teg varða vil! Opna mítt hjarta, Jesus, rødd tína hoyri tað, fyll mína sál við gleði, so hon tær prísar glað! Niðurlag: Tala nú, Jesus, til mín! Rødd tín, hon uggar meg: Eg gjøgnum vøtn teg beri, login ei sakar teg; flóðir ei skulu skola yvir teg nakran dag! Fest hetta djúpt í hjartað, so eg ei gloymi tað! Kom okkum nær, á Jesus, tala til fólk títt her, lær okkum vakja, biðja, sál vára glaða ger! Lær okkum tær í hendur lív várt at leggja trygt, vera tær her til æru, liva í tíni frykt! Ber okkum uppi, Jesus, sum tú í forðum bar, leið okkum vegir tínar, ver okkum altíð nær! Gev okkum tær at tæna, lær okkum prísa tær, so at títt navn, á Jesus, ævigan lovsong fær! Pickett. (Jákup Olsen týddi). Mín trúgv upp til tín sær, Guds Lamb á trænum har, mín Frelsari! Lat mína bøn teg ná, lat tína kraft meg fá á, at eg tæna má tær trúgvari! Ja, ríka náði tín, hon lívgi anda mín, meg heitan ger! Sum deyða mín tú bar, so send mær hjálp frá tær, at kærleikin í mær ein eldur er! Á lívsins villa veg, tá sorg umringar meg, leið tú meg tá! Birt ljós á myrku leið, meg styðja, um eg gleið á Harri, lat meg ei tær víkja frá! Og skuldi enntá meg hin síðsti fíggindi í favn sín kroyst, á teg mítt hop er bygt, tú tekur alla frykt, og heim eg fari trygt, ein sál út loyst. Ray Palmer (Amer.), ( Danielsen týddi). Táið lívsins stormar súsa, og teir ræða mína ond, Harri, tá eg lívd mær søki, læ av tíni høgru hond! Niðurlag: Hann vil verja, hann vil verja, táið ilt á meg vil herja; hann vil verja, hann vil verja meg við síni høgru hond. Um tú royndir á meg sendir, eg tó veit, tú elskar meg; tær bert fáa meg at leingjast eftir skjótt at síggja teg. Vilja fíggindar meg skaða, Satan brúka alla list, alt tó verður mær til besta, sum mær Harrin lovar vist. Lat so stríðið her bert møða, lat bert hótta havið vilt! Jesus er mín fasti klettur, hann vil siga: Tig, ver stilt! Mary Servoss (Amer.), ( Danielsen týddi). Solskenssångar Ella: Eg vist ikki má so syrgin vera, er enn leiðin bæði myrk og trong; nei, nógv heldur eigi eg at bera til Guds æru fram ein takkarsong. Tí hvat er tó alt, ið meg kann møða, mót tí, Harrin hevur gjørt og ger til at gleða hjørtuni, sum bløða á tí veg, sum upp til Himmals ber! Um eg kundi fatað rætt ta náði, at Guds Sonur doyði fyri meg, og ta frelsu og tann frið, eg fái av, at hann gekk krossins tunga veg, tá vist skuldi sorgin sum ein skuggi svunnið fyri náðisólini, kærleikseldur, lovsongurin nýggi stigið upp av hjartans altari. Men eg veit, hvat mangt eitt Guds barn hendir, eins og meg á neyðardeginum: Tó at Jesus troyst til okkum sendir, lúrir ivin tó í hjartanum; tungan tagna vil, og mótið falla á tí sváru, royndartungu leið, og um vit á Harran vilja kalla, rópar óttin tó: Hann hoyrir ei! Tú, sum komst hitt falna upp at søkja og at frelsa hitt fortapta her, eg teg biði mína trúgv at økja, minn meg á, at tú mín vinur er, sum væl skilir, hvat mín anda treingir, sum vil tvinga ivans óndu makt, fyri míni bøn ei oyrað steingir, setur einglar runt um meg sum vakt! Tá eitt tár á kinnini mær rennur, savna tú tað, goym tað hjá tær har, tá mín sál seg boygda, veika kennir, Jesus, styrk meg, send mær kraft frá tær! Táið freisting hóttir meg og snara, opna eygað, lat meg hana sjá, styrk meg, inntil eg skal til tín fara heim, har tár ei renna kinnum á! ( Danielsen týddi). (I). Lyft hendur mót Jesusi, trongda Guds barn, hygg upp, tá ei fangar teg freistarans garn, hygg upp, tí tá lyftist títt mót og tín gongd, tá tendrast í brósti heimlongsilsins trongd! Og málið, sum tyktist langt burtur frá tær, tá verður tær greitt og so undurfult nær. Hygg upp móti staðnum við fastari grund, á Jesus hygg upp hvønn ein dag, hvørja stund, á tú, sum í Jesusi uppreistur er, søk skatt tín í Himli, ei tvísintur ver, lyft eygu, lyft hendur, lyft sálina við, hygg upp og ei niður, ver vakin og bið! Tá Pætur á Jesus leit upp uttan frykt, tá gekk hann í stormi á bylgjunum trygt; tá Mósesar hond lyft mót himlinum er, tá sigrar Guds fólk yvir Amaleks her; tá Dávid í andanum uppeftir sá, hvør undurfull orð, ið hann skrivaði tá! Tá Pætur leit niður, í somu stund var hann sokkin, ei sjógvurin longur hann bar; tá møðin av Mósesi yvirhond vann, skjótt Ísrael tapti, og Amalek vann; tá Dávid av takinum niðurá leit, í holdinum tendraðist syndglóðin heit. Hygg uppeftir! Her er alt fáfongd og stríð; skjótt liðugt er alt hesum heiminum í; tann sálin, sum vend móti Himlinum er, ein forsmakk av hvíluni fær longu her; hon sær gjøgnum royndirnar himmalskan glans, sum leggur um krossin sín dýrdliga krans. Lat ljósið klárt brenna, ver á tíni vakt! Tí skjótt kemur Jesus, sum hann hevur sagt; tá sleppur tú heim, tá skalt hvílu tú fá, hvør sæl er hin bíðandi brúðurin tá! Tá sær hon sín brúðgóm, tá skoðar hon tað, sum her gjøgnum tár hon í trúgv hevur sæð! Lund. ( Danielsen týddi). Lat villar bylgjur bróta og brúsa lívsins hav! Eg líti trygt á klettin, sum Gud til bjarging gav; eg hugdi upp á Jesus og trúði á hans navn, meg stilt og friðfult legði í Hirðans favn. Niðurlag: Mítt akker, tað er Jesus, tað aldri draga kann; mítt akker, tað er Jesus, ei stormur sakar hann; mítt akker, tað er Jesus, í honum frið eg fann; mítt akker, tað skal halda í ævir. Mót Satans óndu ráðum, eg veit, hann varðar meg, og storm og villar bylgjur hann fær at leggja seg; hann leiðir, og hann uggar, mær lívið ljóst hann ger, so skjótt eg til hann treingi, hann hjá mær er. Hann hjálpir mær úr trongdum, úr synd og neyð og sorg, hann verjir meg mót vandum í síni tryggu borg; í trúgv eg skoði heimá og síggi uppi har ein favn, sum eymur opnar seg móti mær. Lewis Jones, ( Háberg týddi). Eg veit ei, hvat mær bíðar, Guds náði fjalir tað; hann gevur, sum eg gangi fram, ein dag í senn, ein dag, og undir eymu leiðing hans mín sál er frí og glað. Niðurlag: Hann leiðir, og eg fylgi, í honum hvíli eg; tí syngur sál mín dag um dag: Hann veit, hann veit mín veg! Eitt stig í senn eg síggi, ei meiri nýtist mær, og brotna egin kraft og ráð, er Harrin meiri nær; og gjøgnum myrkrið kallar hann á meg at fylgja sær. Á lukka, ei at vita! Á sæla, fjalda leið! Hans høgra hond mær heldur fast, hann vil mær sleppa ei; mín trongda sál tí hvíla kann, um ókend spor eg steig. So fram, um ei eg síggi ei síggja ynski eg! Nei, fyrr í myrkri, Gud, við tær enn ljós, og uttan teg, og fyrr í trúgv við tína lið enn eina sjónskan veg! Mary Brainerd. ( Danielsen týddi). (II). (I). Mín Hirði góður Harrin er, tí fattast einki mær, til grønar fløtur leiðir hann og hvíldarvøtn hjá sær. Hann lívgar mína troyttu sál, og fram hann leiðir meg á rættferðvegi, sær til prís og æru fyri seg. Um eg í deyðans skuggadal enn niður fara má, eg óttist ei, meg keppur tín og stavur ugga tá. Tú reiðir fyri mær eitt borð, so fíggindin tað sær, við olju salvar tú mítt høvd, mítt bikar ov fult varð. Bert gott og miskunn fylgja skal mær allan lívsins dag, og í Guds húsi eigi eg í ævirnar ein stað. Francis Rous og William Parton. ( Danielsen týddi). Ella: (II). III. Før tú okkum, Gud Jehava, gjøgnum oyðimørkina! Veik vit eru, tú ert sterkur, okkum tak í hondina! Breyð av Himli, breyð av Himli ríkligt send til okkara! Opin er hin krystalkelda, lívsins reina sannleiksflóð; tú vár klára leiðarstjørna, kraft og hvíld, er sálin móð, sterka verja, sterka verja, lívd og skjøldur, borg so góð! Okkum halt við tína síðu og í náði tíni her, so vit, meðan enn vit líða á tí trongu lívsins ferð, aldri gloyma, aldri gloyma, náði bert hjá Gudi er! Skjótt vit Jesu rødd nú hoyra, skjótt hans ásjón skulu sjá, og tá so vit eru heima, fult hans kærleik kenna fá. Kom tó, Jesus, kom tó, Jesus! Okkum leingist heim at ná. William Williams (Ongl.), ( Danielsen týddi). Bið, táið stormskýggj umgirða teg, bið, hóast alt er svart. Fjalir enn myrkur, toka tín veg, bið, inntil ljós tú sært. Niðurlag: Halt á at biðja, til ljós tú sært, Gud hoyrir bønir, víst svar tú fært. Gud heldur orð sítt, á mál tú nært. Halt á at biðja, til ljós tú sært. Tyngdur av sorgum, hjarta títt kalt, bið, inntil svar tú fært. Far til tín Faðir, sig honum alt, bið, inntil ljós tú sært. Bið so í trúgv, tí Faðir tín har senda skal ljós sítt bjart. Kærleiksfult, rørt hans eyga teg sær, bið, inntil ljós tú sært. Chalvar Gabriel. ( Zachariassen týddi). Vel fyri meg tann veg, eg ganga má! Tí vegur mín vil ei hin besti vera; tín leið er best, og lat meg greitt tað sjá, lat ei ónýtta sorg mítt hjarta bera vel fyri meg! Vel fyri meg tað kall, harí tú sær, eg best tær tæna kann og boð títt bera, harí eg ávøkst beri, toknist tær, um lítil enn mín tænasta má vera vel fyri meg! Vel fyri meg tað stað, á Gud, hará eg standa skal, til tú meg heim vilt bera! Lat meg tað stríð, lat meg ta hvílu fá, sum kann meg gera til tað, eg skal vera vel fyri meg! Vel fyri meg í tíni miskunn, Gud, tann kross, eg bera skal til tína æru, at teg eg eigi til mítt rós, mín lut, og skammist ei við teg og tíni kæru vel fyri meg! Vel fyri meg ta lukku, sum eg her kann tola, her í hesum sorgarlandi! Og gev mær kraft, tá oman leiðin ber, og gev mær álit, tá er mestur vandi vel fyri meg! Vel fyri meg ta stund, tá eg í frið skal heim til tín úr trongd og stríði fara tær har at lova við tilbiðilsi í allar ævir við tí frelsta skara vel fyri meg. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Hin ljósi dagur svann, stilt var í Harrans húsi; Guds lampa enn helt vakt har yvir Harrans pakt, tá knappliga í stillu nátt á vin sín Harrin kallar hátt. Gev mær sum Sámuel eitt opið, vakið oyra, at væl eg hoyra má, tá tú meg kallar á, so glaður fram eg stilli meg og fyrst av øllum lýði teg! Gev mær sum Sámuel eitt stilt og eyðmjúkt hjarta, at seint og tíðliga eg má vilja hoyra teg! Ja, gev mær teg at elska so, at dýr mær eru tíni boð! Gev mær tað hjarta, Gud, sum stilt og barnsligt bíðar, at tú skalt koma inn og fylla sál og sinn, at hvørt eitt orð, tær ljóðar frá, við andanum eg skilja má! Burns. ( Danielsen týddi). Orðið frá Gudi ei svíkur, tað er ein trúføst pakt; alt er í Jesusi amen, alt, ið Gud hevur sagt. Niðurlag: Svíkja kann alt og svinna, myrkrið av ljósi vinna; men tann, ið, trýr, skal finna, lyftið, tað svíkur ei. Skoða tær stjørnur og verðir, ið tú á himli sær! Skuldi hon veg tín ei funnið, hondin, ið leiðir tær! Trúgv, táið sólina fjalir sorganna myrka skýggj! Bert eina løtu, so skínur æviga Sólin nýggj. Trúgv, táið verðin forfylgir, og tá Gud roynir teg! Nei, fyri bønum og tárum ikki hann fjalir seg! Trúgv, um so vinirnir svíkja, svíkja til síðsta mann! Vinurin besti er eftir, hann teg ei svíkja kann. Trúgv tá, til eyga títt skoðar tað, sum tú trúði her! Hvør stuttur tími og dagur nærri teg heimá ber. Lewi Pethrus (Sv.), ( Danielsen týddi). Far og ber tað fram til Jesus, alt tað, sum teg tyngir her, ber fram tína neyð og pínu, hvussu kaldur ið tú er! Alt, tú fyri ongum øðrum, opinbera vil og kann, fyri honum kanst tú siga, eingin skilir teg sum hann. Far og ber tað fram til Jesus, hvussu lítil trúgv tín er, táið myrkir, táið stormar, og tú krossin tunga ber, táið eginviljin talar, so hans rødd ei uggar teg, tó hann gjøgnum stormin rópar: Óttast ikki, tað er eg! Far og ber tað fram til Jesus, hvørja gleði, hvørja sorg, breið út honum alt títt hjarta, tí har er so trygg ein borg! Sig, at leiðin her teg troyttar, at tær leingist heim til hann, tí í hesum myrka landi brúður hans ei trívast kann! ( Danielsen týddi). (I). Ella: Hví vilt tú óttast, á mín sál, á óndum døgum her, tá fíggindin bert óndskap sín og háð og hatur ber! Tann Frelsari, sum tók teg upp, tá tú fortaptur var, hans hjartalag er líka eymt, sum tá hann heim teg bar. Hans kærleik, sum teg loysti út, tú eigur her hvønn dag; tann Gud, sum tá teg tók til sín, ei broytist lít á tað! Er Gud tær góður, á mín sál, og stendur hann við tær, tá alt, ið her tær møta kann, ein bráðan enda fær! Hann unnir børnum sínum gott; hvørt lyfti, Orðið ber, í Jesusi tað alt er ja, í honum amen er. Hann hevur børnum sínum goymt ein sælan, ljósan stað; har uppi faðirhúsið er mín sál, á gloym ei tað! Tú, Harri, tókst jú meg í hond, tín vongur skýlir mær, við ráði tínum leiðir tú meg upp til dýrd hjá tær! Jákup Olsen, Langt burtur frá Gudi eg gekk einaferð, í myrkrinum bundin eg lá, sum vrakið á havinum hjálparleyst er í syndini deyður var tá. Niðurlag: Á Jesus, takk, at tú ert ljós hjá mær nú! Ja, frelsa ert tú vorðin mær; mín sál, sum friðleys gekk, í tær hvílu fekk ja Harri, eg vil takka tær! Á undurfull náði, at ljósið upp rann, hitt ljós, sum eg fyrr kendi ei! Á kærleiki stórur og djúpur, at hann her niður til krossdeyðan steig! Mín æra er nú at viðkennast hans navn og vitna um friðin, eg fann, inntil eg skal ankra í Himmalsins havn og ævigt har tilbiðja hann. Gev, Jesus, at mangur má síggja sum eg tín kross og títt frelsandi blóð, at mangur má frelsast í trúnni á teg, sum stendur, har eg eitt sinn stóð! Victor Danielsen, Á, mín sál veit eitt stað, mangan vitji eg tað, eg við stúran og sorg hagar flýggi, har hjá Jesusi eg her á sorgtungum veg ljós í ljósi frá Harranum síggi! Niðurlag: Undir hans veingjum mín sál hvílir har; undir hans veingjum er friður hjá mær; undir hans veingjum meg Harrin vælsignar, har heilsubót hjartað fær. Ja, eitt skýli eg fann, og har fara eg kann, táið vandi og sorgir meg hótta; undir veingjunum har, táið myrkast her var, fekk eg neyðina, sorgina bøtta. Hetta lívsæla stað aldri kuldin nær tað, har í stormi mær líva hans veingir; har er hvílan mær blíð, um so freisting og stríð, um so fíggindin hart á meg treingir. Tostin sløktur er nú, Jesus, keldan er tú, hon, ið lívsvatnið sál míni gevur; og hans lívgandi orð, sum eg fekk við hans borð, ævigt stillað mær svongdina hevur. Skjótt so tekur hann meg her av einsligum veg heim í ævirnar hjá sær at vera; og við tráan eg nú bíði eftir, at tú skalt meg heim, burt úr sorgunum bera. Ridderhoff (Hál.), ( Danielsen týddi). ella Ein vernd, ein heiløg verja er móti synd og neyð; hin trúgv, ið fjøll kann flyta, hon vinnur sorg og deyð; á, sælur tann, sum eigur ta trúgv í sál og sinn, til Harrans einglar bera hann í Guds ríki inn! Á eyðmjúkleikans skattur, tú dýra ogn og góð, sum kvinnan blóðsjúk átti, tá hin dag frelst hon stóð! Tann, henda skattin eigur, tann sál skal sanna tað, at eyðmjúk trúgv, hon virkar hitt sama enn í dag. Í gjøgnum ævir tónar Hans orð: Frímóðig ver! Og við Guds hond í dag enn hin stóri lækni er; hans navn skal eg ákalla í trúgv, tá størst er neyð, eg hann um hjálp skal biðja, er øll mín gleði deyð. Hans navni altíð lova mín frelsta sál nú skal, til ein dag har hjá honum hon situr, ævigt sæl; á tú, mín vernd, mín verja ímóti synd og neyð ta trúgv, ið fjøll kann flyta, gev mær í lív og deyð! Ingemann (Danm.), ( Danielsen týddi). Á Gud, vár hjálp í farnu tíð, vár vón í ókend ár, várt skýli gjøgnum storm og stríð í dag eins og í gjár! Tín armur tínum heiløgu ein fullgóð verja er, í lívd av náðitrónuni teim einki skaða ger. Tú ert tann Gud, sum broytist ei, tann sami, sum tú var, tá verðin fram av ongum steig við boðinum frá tær. Í tínum eygum túsund ár sum skuggin svinna brátt, sum stund, sum dagurin í gjár, sum stutta vakt á nátt. Sum streymur skjóti tíðin fer, ber síni børn avstað, sum dreymur skjótt tað gloymt alt er, ið tykist stórt í dag. Á Gud, vár hjálp í farnu tíð, vár vón í ókend ár, ver lívd ígjøgnum storm og stríð í dag eins og í gjár! Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hvar skal eg frá tíni ásjón fara, hvar kann Andi tín mær fylgja ei, hvar kanst tú meg, Harri, ikki varða, nær kanst tú ei síggja mína leið! Um eg vildi upp til Himmals stíga, vil eg teg jú, Harri, finna har, vil í deyðaríkinum eg bíða, ert tú eisini, á Harri, nær! Hvar her niðri so enn ferðin stendur, ei eg, Harri, flýggja kann frá tær, hvar so enn mín lítli bátur lendir, eri eg tær, Harri, líka nær! Vil eg taka morgunroðans veingir, bústað reisa við ta ytstu strond, einki meg frá tær, á Harri, steingir, altíð heldur mær tín sterka hond! Undurfult er hetta, Orðið sigur: Sterku armar tínir halda mær; lív og sæla, gleði, trygd og friður flóta til mín, Harri, her frá tær. Goymdur væl í báðum tínum hondum hvíli eg nú lyftum tínum á, til eg loystur har á heimsins strondum ævigt, ævigt vera skal tær hjá. Lær tú okkum tá her niðri, Harri, hjartans ófrið allan stilla her, ver í Andanum tú okkum nærri, og í trúnni okkum uppi ber! Tú, sum her í báðar tínar hendur teknað hevur fólk títt einaferð, frelsa skalt, ið hvussu alt sær vendir henda vissa trygd til hjartað ber. Jákup Olsen, Í ævir, Gud, við tær amen, so veri tað! Í hesum orði sál mín lív av deyða hevur sæð. Míns likams fongsil nú meg steingir honum frá; tó nærkist eg hvønn stuttan dag tí stund, eg hann skal sjá. Míns Faðirs heim hvør nær títt gylta portur er, tá trúareygað ber meg upp um sorg og myrkur her! Av tráan suffar tá hin tysti andi mín at kunna flúgva hagar upp, Jerúsalem, til tín! Í ævir, Gud, við tær! Lat, Harri, longu nú í støvinum meg kenna tað, at alt mítt alt ert tú! Halt tú í mína hond, tá ei eg falla kann! Tí tá tú stríddi fyri meg, tá stóð eg, og eg vann. Tá forhangið ein dag lyft verður eyga frá, meg deyðin loysir deyða frá og letur lív meg ná; tá skal eg skoða teg, sum her mær kærur var, og syngja við títt hásæti: Í ævir, Gud, við tær! James Montgomery (Skotl.), ( Danielsen týddi). Jesus, Harri, sum tú mátti bíða, áðrenn eg kom heim av villum veg! Sum tú mátti leingi við meg stríða, áðrenn einglar gleddust yvir meg! Jesus, Harri, sum tað leingi vardi, áðrenn míni knø, tey boygdu seg, áðrenn eg at søkja náði lærdi og í henni hvíla mítt og meg! Jesus, Harri, tú, sum býður øllum hvílu við títt náðiríka bróst, leingi viltist eg á hugmóðs fjøllum, fann tó teg til síðst, og nú er ljóst! Jesus, Harri, tú, sum vildi líða deyðan beiska fyri meg, mín Gud, fyri meg úr myrkri út at fría og mær veita henda sæla lut! Ver mær nær í freistingum og royndum, hvar á fold mín fótur ferðast má! Verj meg móti øllum snerrum loyndum, til eg frelstur tær skal standa hjá! ( Danielsen týddi). Sálarsól mín, á Frelsari! Nátt er ei, tá eg síggi teg; lat ongan skugga foldum á taka tíns andlits ljós mær frá! Táið eg míni legu á leggist til hvíldar, lat meg tá við hesi hugsan sovna søtt: Ævigt hjá tær eg veri skjótt! Dvøl hjá mær altíð, lýs á meg! Eg kann ei liva uttan teg; og tá hin síðsta nátt er nær, á, meir enn áður, ver hjá mær! Fátæk og sjúk lat ugga fá, ivandi víki myrkrið frá, troyttum unn svøvn, og lat tú meg kenna teg nær- eg søki teg! Vakjandi, veri ljós títt nær, sovandi, vak tú yvir mær, inntil hin sæla dag, tá eg mettast skal av at síggja teg! John Keble (Ongl.), ( Danielsen týddi). Far meg ikki um, á Jesus, hoyr mítt kall á teg! Harri, tá tú onnur vitjar, gloym tá ikki meg! Niðurlag: Jesus, Jesus, hoyr mítt kall á teg! Harri, tá tú onnur vitjar, gloym tá ikki meg! Lat við náðitrónu tína meg ein lætta fá, mína stóru tyngd og vantrúgv burt lat svinna tá! Virði títt, og tað aleina, alt mítt álit er; grøð mín sjúka, brotna anda, nær við náði ver! Tú, mín eina troystarkelda, meir enn lív hjá mær á, hvat eigi eg á foldum, Jesus, móti tær! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Tyngist tú av byrðum og ei hjálp kann sjá, møðist tú av vegnum, sum tú steig inn á! Harrin fylgist við tær, ei tú óttast skalt, hann er tann, ið styrkir Jesus fatar alt. Niðurlag: Ja, hann fatar alt, hann vil leiða teg, kallar eftir tær: Hvíl teg her hjá mær! Alla tína framtíð trygt tú leggja skalt í hans kærleikshendur Jesus fatar alt. Hvørja byrði, sum tú bert, hann taka vil, hann ein dýrur vinur er at fara til; sært tú ongan útveg, er alt myrkt og kalt, miss ei mótið, vinur Jesus fatar alt! Tá tær freisting møtir, Jesus hjálpa kann, lívsins mongu gátur loysir eina hann; hvat ið enn kann bresta, til hans orð teg halt, aldri mást tú ivast Jesus fatar alt! Troytta sál, hann kallar: Kom og hvíl teg her! Tykist stundum tungført best hans leið tó er; legg tú tína framtíð sáligt er tá valt í hans særdu hendur Jesus fatar alt! Birdie Bell. ( Háberg týddi). Tit trúføstu, komið øll í sigursgleði við sameintum hjarta til Betlehem! Í eini krubbu liggur Einglakongur. Niðurlag: Á, komið, hann tilbiðið, á, komið, hann tilbiðið, á, komið, hann tilbiðið, Harran Krist! Syng, syng, kór av einglum, sigurssongir glaðar, í Himlinum høga tað ljóði hátt! Æra nú veri Gudi í tí høga. Amen! Vit tær prísa, sum til vára frelsu á fold lætst teg føða, høgt er títt navn, Faðirsins Orð í holdi opinberað! ( Danielsen týddi). Faðir heilagi, í náði hoyr tú okkum nú, vári kæru, skild frá okkum, varði tú! Jesus, Harri, ver hjá teimum, loðsur, ljós teim ver, vend í styrki teirra veikleik á, tey ber! Tyngir sorg tey, hóttir vandi, eru einslig tey, hygg í náði á tey, lina teirra neyð! Frelsugleði tín, hon veri teirra hvíldarstað, so tey elska teg, tær prísa dag um dag! Halgi Andi, ger tey heiløg, hvíl teim hvønn dag á, náði send, so sigur tey í stríðnum fá! Faðir, Sonur, Halgi Andi, ver teim sjálvur nær, signa, leið tey, frels tey, goym tey nær hjá tær! Frances Havergal (Ongl.) ( Danielsen týddi). Eg veit eitt land, eitt fagurt land, tað liggur høgt yvir skýnum; tað er hitt ljósa Himmalland, sum Harrin geva skal sínum. Eg veit ein vin, ein trúgvan vin, sum mína synd vildi bera, og skjótt eg síggja skal hin vin og ævigt hjá honum vera. Eg veit eitt ljós, eitt ævigt ljós, sum eg í myrkri sá rísa, og aldri sløkna skal hitt ljós, tað heim til Gud skal mær lýsa. Eg veit ein flokk, ein sælan flokk, ið Harrin kennir sum síni; mítt hjarta hongur við hin flokk, og eg tey kenni sum míni. Eg veit ein veg, ein góðan veg, hann er í lívd av Guds náði; eg elski ganga henda veg, har frið og signing eg fái. Eg veit ein dag, ein glaðan dag, tá síðsta tárið er runnið; mín andi gleðist til tann dag, tá málið ævigt er vunnið. Eg veit eitt hop, eitt signað hop, at Harrin koma skal niður; hvørt Guds barn eigur hesa vón og eftir stundini biður. Victor Danielsen, Sum ein sterkur streymur Harrans friður er; blíður, djúpur, eymur, stilt hann hjartað ger, tekur til í megi, breiðkast dag um dag djúpa hav av gleði, søta hvíldarstað! Niðurlag: Í Guds fyrijáttan sálin hvílu fann; aldri vikast sælan, sum er bygd á hann. Barnið hans, sum varðað trygt í hond hans lá, fíggindar ei særa, svíkjarar ei ná; stúran, møði, skundur, kennast ikki har, lívsins døpru stundir ljósna fyri mær. Hvør ein roynd, hvør gleði, send av Himli er; fyri hjálpardegi sorgarnáttin fer; tann, sum fult út sá hann, leit á hann ódeilt: Tann, sum fult leit á hann, fann hann trúgvan heilt. Frances Havergal (Ongl.), ( Danielsen týddi). Mangur fellir sorgartár yvir tungu lagnu her; Jesus grøðir suff og sár, tá í trúgv ein til hann fer. Niðurlag: Eg nú bíði eftir tær, tá tú tekur meg til tín; hetta er lívsmegin mín, at tú kemur eftir mær. Tú gavst sakn, sum sálin ber tá hon betur finnur teg; Jesus, kom og hjá mær ver! Einki minni uggar meg. Jesus, ver tú hjá mær nú, lætt um hjartasaknin mín! Tað kann eingin uttan tú, tí eg komi nú til tín. Verðin kann ei metta meg, sál mín djúpan saknin ber; sál, í Gudi gleð tú teg Jesus skjótt nú komin er! Óli Reinert, Gud, hjálp mær liva nærri tær, sum barn títt ferðast her, lat ljós títt ganga undan mær ta leið, sum til tín ber! Hvar er tann sæla, ið eg fann, tá fyrst eg Jesus sá, mín hugur til at søkja hann og grunda orð hans á! Á friður, ið tá fylti meg hvør søtt tó minnið er! Nú sáran tómleik kenni eg, ei verðin troyst mær ber. Kom aftur, halgi troystari, Guds søta friðarboð! Eg hati synd, sum særdi teg og rak teg frá mær so. Hjálp mær, eg hvørjum avgudi, hvørt navn hann bera vil, kann stoyta úr tí hásæti, sum tær bert hoyrir til! So skal eg liva nærri tær, sum barn títt ferðast her, og ljós títt ganga undan mær ta leið, sum til tín ber. William Cowper (Ongl.), ( Danielsen týddi). Send honum boð, sum navnið Jesus ber, sum bjarga kann og grøða mentur er, sum tær til frelsu higar sendur varð send honum boð, tú sál, og frið tú fær! Send honum boð, tá hjálp tú treingir til! Í myrkum løtum hann tær lýsa vil; tá ongan veg tú longur síggja kann send honum boð ta stund hann sær teg, hann! Send honum boð, tá ivin nívir svárt! Ein stund við honum alt er aftur klárt, tá tú í táradali ganga má send honum boð, og hjálp tú tá skalt fá! Send honum boð, tá sorgin tyngir teg, og alt er vónleyst, ei tú finnur veg, tá trúgvin svíkur teg á øll og alt send honum boð, og svar tú fáa skalt! Send honum boð, tá sólin lýsir bjørt, tá alt er fagurt, vónríkt, ljóst og stórt! Og táið hallar dagur, nátt er nær send honum boð, og hann skal hjálpa tær! Artur Skrede (Noreg). ( Danielsen týddi). Signingarskúrir eg sendi kærleikans lyfti er tað; náði- og vakningarstreymar senda skal Harrin ein dag. Niðurlag: Skúrir, signingarskúrir Gud, okkum vakning lat fá! nú, nú ið droparnir falla, skúrirnar send okkum á! Signingarskúrir eg sendi lívsæla vakning sum fyrr; regnið, ið yvirflóð veitir, fer út um Himmalsins dyr. Signingarskúrir eg sendi Gud, hell teir á okkum nú, gev okkum vakning og lívgan, orðinum dýrd veiti tú! Signingarskúrir eg sendi uppfyll tað, hjørtuni gleð, nú ið vit synd vára játta, nú ið vit kalla á teg! Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur, ger lívsins oyðimørk til urtagarð, ta trúgv, ið stendur, táið broytast tíðir, og alt sum leyv um heystið skakað varð! Til einkis royndi eg mítt bróst at fylla við gleði hesum turra landi í; men har skal Jesus ævigt tostan stilla, har flýtur lívsins kelda klár og blíð. Eitt skeið so stutt er sett mær her at renna, við gráti bera sáðið fyri hann; men sorg og harm skal sál mín ikki kenna, tann dag eg beri grøðina, eg vann. So stutta stund mítt lívsljós enn skal lysa Gud, lat tað lýsa fyri teg ta stund! Og unn mær besta vitnisburðin vísa, tann dag tú stevnir mær við teg á fund! Jane Crewdson (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tær eg prísi, dýri Harri, At tú vildi ofra teg, signing Himmalsins at veita gjøgnum leiðingar sum meg. Niðurlag: Bert ein leiðing full av signing, sálarbót og gróðrarsaft. Flóta lat ígjøgnum okkum náði, lív og guddómskraft. Bert ein veit frá lívsins keldu, leidd til hjørtu turr og tyst, til at bera vøkst og hita har, sum oyðið er og fryst. Sjálvi tóm til tín at fylla, reinsað rør í tíni hond, so tín signing rík kann flóta út til oyggjar, støð og lond. Harri, tú við Anda tínum fólk títt fylla vil og kann, so úr boygdum, lýdnum hjørtum lívsins vatn í streymum rann. Mary Maxwell. ( Zachariassen týddi). Sig tað aftur við meg, Jesus, sig: Eg eri friður tín! Sig tað, táið vreiðar bylgjur hótta veika bátin mín! Sig tað, meðan stormur leikar, táið harðnar lívsins stríð, at hin sami, sum í forðum, ert tú enn og alla tíð! Sig tað aftur, kæri Harri, sig, at greidd er skuldin mín, at hann Faðir mín er vorðin, hann, tú nevndi Faðir tín, at tú hyggur enn á tann, sum bivar fyri orðinum, at títt hjarta rørist enn sum fyrr av neyð hjá fólkinum! Sig ta aftur, tú ert lívið, vegurin og sannleikin, og at tann, ið teg man síggja, hann man síggja Faðirin, ja, at ævigt lív hann eigur og skal hoyra tína rødd, táið tíni børn tú savnar, hvar á fold tey eru stødd! Sig tað aftur, sig tað aftur, at hvørt einstakt hár er talt, og at hvørja neyð, sum nívir, kennir tú og javnar alt, at tú sjálvur hevur verið freistaður, og at tú tí hjálp kanst veita teimum enn, sum tola freisting, trongd og stríð! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). C Sig tað aftur við meg, Jesus, sum tú forðum hevur sagt, at tú neyðstøddum at hjálpa hevur hjartalag og makt! Táið sólin bjarta skínur, tala Harri, tá um teg, men ei minni, Jesus, táið myrkrið hylur mær mín veg! Sig tað aftur, várið kemur, livna skulu deyðu bein, at tín samkoma skal blóma enn sum liljan skær og rein, ja, at nýggir náðistreymar væta skulu turran sand, so at oyðimørkin bera verður enn eitt Kána'ansland! Sig tað aftur, sum tey skifta, tíðir, ár og dagar her, at hjá tær er eingin broyting, har umskifting ikki er! Hvørja ferð við nýggjum degi hótta meg nýggj vandaskýggj, sig tað aftur, at tín náði eisini hvønn dag er nýggj! Sig tað aftur, altíð aftur, hetta eina fram um alt, at tú elskar meg, á Jesus, hevur meg til brúður valt, ja, at fastari enn fjallið stendur orð og lyfti títt, at tað fólk, ið tú tær keypti, tað er frítt og verður frítt! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Eitt undur stórt, at náði tín kom til mín, syndara, at kærleiki tín rakk til mín, at eg fann náðina! Niðurlag: Men eg veit, á hvønn eg byggi, og hetta veit eg, at tú ert mentur tín vin at verja, varða, til eg ein dag skoði teg! Eitt undur stórt, eg fekk at sjá, hvør stór ið synd mín var, og fann ein hvíldarstað mær tá við krossins fót hjá tær! Eitt undur stórt, eg trúnna fekk á Jesu deyð og blóð, eg, sum so blindur, tryggur gekk, so stoltur, sterkur stóð! Eitt undur stórt, at nú eg kann tær líta lív mítt alt í hendur, Harri, sum meg vann og hevur meg útvalt! Eitt undur stórt at møta tær í skýnum skjótt ein dag! Og kallar deyðin eftir mær, skal sál mín flyta glað. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). Er mítt lív ein signingarkelda? Flýtur kærleiki Guds gjøgnum meg? Eri falnum eg boð um Guds náði? Leiði friðleys eg friðarins veg? Niðurlag: Ger meg til signingarkeldu í dag, ger meg til signing, mín Gud, veit mær tað! Meg heilt tú eigi, verk mítt tú leiði ger meg til signingarkeldu í dag! Er mítt lív ein signingarkelda? Tyngir hjarta mítt syndara neyð? Leiti eg eftir teimum, ið viltust? Tali frelsunnar orð eg við tey? Er mítt lív ein signingarkelda? Ber um Jesus tað dagliga boð? Tali eg við tær sálir, sum doyggja, um tann Harra, tær elskaði so? Er mítt lív ein signingarkelda, livi eg ikki longur í synd, kann eg falnum og líðandi bjarga, gera síggjandi eyguni blind. Smyth. ( Danielsen týddi). Verð okkum hjá, tí dagur hallar! Í Emmaus varð sagt hin dag; á uggan fyri sálir allar: tú dvøldi, gjørdi hjørtu glað! Guds Sonur, hoyr nú okkum her! Bøn okkara hin sama er. Við Anda tínum okkum styðja, á Harri, hvørja kvøldarstund, at rætta bøn vit kunnu biðja, tá eygað falla skal í blund, og eyðmjúkt játta fyri tær hvønn brek og brest, sum tú best sær! Dvøl okkum hjá við tíni gleði, tá eydnusólin fer í kav! Á sorgarinnar tunga degi er troystin eina tann, tú gav; at vita, at tú sigur ja og ikki nei tá uggar tað! Hjá okkum verð, skal halla dagur og enda lívsins stutta skeið! Tá deyðans dapri skuggi ræður, og vinahjálpin røkkur ei, tá tørvar okkum teg at sjá, tín milda hond má styðja tá! Casper Boye (Danm.), ( Danielsen týddi). Er títt hjarta tyngt og troytt, er mótið lítið, er tín gøta brøtt og hál, er stríðið hart? Ristast tíni knø, og skelva tínar hendur, tykist tað tær, sum tú aldri sigur fært? Niðurlag: Hav trúgv á Gud, og sólin sær, um dimmist dagur, myrkist ský! Hann vegin leggur tær og mær, lít á hann nú og alla tíð! Myrkist nátt, og tykist dimmið aldri lætta? Minst, at myrkrið ger ei myrkur fyri hann! Allan vegin hann er við tær, einki hendir uttan tað, sum kærleiki hans loyva kann. Harrin ræður, hann er mentur teg at fría, trúgv á Harran hevur altíð sigur havt; ótti, ivi, synd og sorg má burtur víkja fyri trúnni á Guds sterku sigurskraft. May Agnew Stephens (Ongl.), um (Jákup Olsen týddi). Einfalt trúgva hvønn ein dag, trúgva bert á hvørjum stað, ja, um mótið lítið er, trúgva Jesusi tað ber! Niðurlag: Einfalt trúgva hvørja stund, trúgva djúpt í hjartans grund, trúgva honum, hvussu fer, trúgva Jesusi tað ber! Barnslig trúgv ger ljóst og bjart, rekur burtur myrkrið svart, sálina hon glaða ger, trúgva Jesusi tað ber! Hesi veita dýra løn: Einføld trúgv og barnslig bøn; hvussu tung gerst leiðin her, trúgva Jesusi tað ber! Trúgva gjøgnum lívið alt, trúgva, hvussu nógv enn galt, hjálp í hondum altíð er: Trúgva Jesusi tað ber! Edgar Page-Stites (Amer.), ( Danielsen týddi). Lat ei hjartað óttast! Eg tær standi hjá; lyftið sum ein stjørna lýsir himli á. Gjøgnum myrkrið tóna lyfti hans so sæl: Eg ei fari frá tær, aldri eg sleppa tær skal. Niðurlag: Eg sleppi tær ei, eg sleppi tær ei! So hans lyfti ljóða: Aldri eg sleppi tær, nei! Rósur fagrar følna, blómur doyggja brátt, sólin bjarta setur, dagur verður nátt; Jesus, Sarons rósa, aldri følna kann, Jesus, hann, mítt sólskin, aldri mær sleppa vil hann. Gøtan ókend er mær, vandar hótta her; eg tó ei vil óttast, Jesus hjá mær er, friður flýtur til mín Jesu hjarta frá, orð hans til mín ljóða: Altíð eg eri tær hjá. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Á, trongda sál, tað er eitt stað, har hjartað linna fær! Tað er við Jesu særdu lið hvørt sár kann grøðast har. Hin svára, loynda sálarkvøl, hvørt tár, tá sorgin neit, hvørt suff, úr særdum barmi steig tín Frelsari alt veit! Far, har bert hann teg hoyra kann, har eina hann teg sær! Er lyftið ei: Sum dagur tín skal styrki gevast tær! Um jørð og himmal svinna burt, hans orð, tað svíkur ei; far bert til hann í trúgv, so skal Hann lýsa tína leið! Hví geva upp! Tú veitst, at alt, sum vegin tyngja kann, til besta tær tó virka skal, um bert tú trýr á hann. Hans signingar í farnu tíð við tøkk minst aftur á, og við hans føtur ber alt fram, ja, alt tí hann veit ráð! Fanny Crosby (Amer.), ( Háberg týddi). Fjaldur í frelsuni eg eigi nú frið, Gud, við teg, grøðing í Jesusi fann, standa við kraft hans eg kann. Niðurlag: Trúgvin teg sær altíð hjá mær, øll míni bond loysti tín hond; náði og frið, kærleik tín við tú veitir, og kraft til hvørt stig. Sekur til deyða eg var; tó mínar syndir hann bar, skuldina burt tók hans blóð, deyðan hann vann og upp stóð. Gjøgnum sín uppreisnarmátt veitti hann lív og alt gott, sigurin ævigt er mín, við tað tú tókst meg til tín. Lívsæla hvíld hetta ber: Jesus mín lutur nú er; sál mín í ævirnar sæl lova hans navni nú skal. Á hini himmalsku strond skal eg við hørpu í hond lovsong fram bera og tá øll hini frelstu har sjá. Harri, eg gleðist til tað: Skjótt tú nú kemur ein dag, tekur tey blóðkeyptu øll heim í ta himmalsku høll. ( Danielsen týddi). III. Tá eg óttist trúarveg, Kristus heldur mær; og tá freisting herjar meg, hann jú heldur mær. Niðurlag: Hann mær heldur fast, hann mær heldur fast; tí so nógv hann elskar meg, hann mær heldur fast. Aldri eg mær halda kann, hann má halda mær; um eg ikki vegin fann, hann tó heldur mær. Um eg gevi lítlan ans, at hann heldur mær, tó eg eri gleði hans hans, sum heldur mær. Ada Habershon (Amer.), (Líggjas á Váli týddi). Dýrt tað er á Jesus trúgva, og hans orð at líta á, fjaldur í hans lyftum vera, ljós í ljósi hans at sjá. Niðurlag: Harri Jesus, tú ert borgin, har mín sál í vanda fer! Tú í gjár, í dag hin sami og í allar ævir er. Dýrt tað er á Jesus trúgva, tað ger hjartað glatt og reint; dýrt tað er at taka Orðið, júst sum Gud tað hevur meint. Dýrt tað er á Jesus trúgva, kenna hans hin søta frið, eiga kraft og ljós og gleði, anda hans at fyllast við. Dýrt tað er á Jesus trúgva trúgva honum stund um stund, deyður frá sær sjálvum vera, eiga frið í hjartans grund. Dýrt tað er á Jesus trúgva, sálin veit tá, trygg og sæl, hon skal ei til skammar verða, hon hans ríki arva skal. Louisa Stead, ( Danielsen týddi). Á kæri Gud og Faðir, eg komi nú til tín! Tú veitst, ið hvat mær bagir, tú kennir sonin tín; eg vesældóm og veikleik og armóð eigi bert, men tú í tíni náði kanst gera veikt til sterkt. Tú hevur latið skriva, og hetta stendur fast, at orðið títt skal liva, um jørð og himmal brast; Gud, lat tú hetta orðið nú lýsa fyri mær, so eg við hjartans gleði í øllum takki tær! Eg leggi sál og anda í hendur tínar her, í Orðinum man standa, at tú øll tíni ber. Og hetta er mín friður, og hann skal halda á, at tann, sær til tín vendir, hann altíð hjálp skal fá. Tað er so gott at kenna seg trygt í Harrans hond, tað er so gott at vita seg hava Harrans Ond, sum leiðir mínar føtur inn á hin besta veg, hará eg trygt kann ferðast, inntil eg síggi teg. Hans Wang, Tala við Jesus! Jesus teg fatar, veit, hvat ið innast í hjartanum býr, sær, táið fíggindin spottar og hatar, og tá ei vinurin longur tær trýr. Niðurlag: Tala við Jesus, tala við Jesus! Hvat er títt ynski, hvat er tín sorg? Jesus teg elskar; trýrt tú á Jesus, tá ert tú fjaldur í tryggastu borg. Tala við Jesus! Jesus teg kennir, hoyrir títt róp og sær tíni tár, veit, hvussu fíggindin mót tær seg mennir, sær tína ræðslu, títt stríð, tíni sár. Tala við Jesus! Jesus teg hoyrir, Jesus veit ráð, hvussu myrkt enn sær út, Jesus ei óhjálpnan burtur teg koyrir, hann greiðir fløkjur og loysir hvønn knút. Tala við Jesus! Jesus tær svarar; hansara hjarta er onga tíð kalt; sendir hann royndir og freistingar harðar, ber tað til hann, ikki nakað, men alt! Tala við Jesus! Jesus teg skilir, hjálpa tær vil hann, og hjálpa hann kann; alt vil hann greiða, um einki tú dylur, sannleik í hjartanum elskar jú hann. Booth (Ongl.), ( Danielsen týddi). So tak tú mínar hendur og leið meg fram, til barn títt heim er komið í Himmalhavn! Eg kann ei ganga eina, ei nakað stig; men einki ilt meg rakar við tína lið. Tú fjal mítt veika hjarta við náði her! Í gleði sum í sorgum tú ugga ber; lat til títt hjarta renna títt barn við skund, lær tú meg trygt at hvíla á truargrund! Um nærheit tín ei merkist til tíðir her, so veit eg tó, at náðin, hon ævig er; so tak tú mínar hendur og leið meg fram, til barn títt heim er komið í Himmalhavn! Julie von Hausmann (Týskl.), (Símun Djurhuus týddi). Gud er her vil okkum signa, ríkliga við síni Ond; vatntung skýggj um loftið reka, regn við signing er í nánd. Niðurlag: Send nú streymar, Gud, vit biðja, regn við signingum frá tær. Vit her bíða, vit her bíða, lívga hjørtu nær og fjar. Gud er her vit kunnu kenna, hann við signing nær nú er. Okkum tørvar endurnýggjan dag um dag á vári ferð. Gud er her so latum okkum søkja hann í bøn við trúgv, so at Andans kraft og náði fær í hvørjum hjarta búgv. Frelsari, í bøn vit koma, meðan boygt várt hjarta er: Har frá náðitrónu tíni kom við signing niður her. James Black. (Líggjas á Váli týddi). Kom, sæla stund, ið endar neyð og váða, kom, sæla stund, mær leingist eftir tær! Kom, sæla stund, tá sál mín loyst skal skoða tann flokk, sum heim er farin undan mær! Náttin er myrk, og long er leið at ganga, fótur mín snávað hevur manga ferð; ólíka har, ið fagrar blómur anga, og dagur aldri dimmist eins og her! Faðir, tú veitst, hvat barni tínum tørvar, fatar, tá eingin annar skilja kann; grøða kanst tú, tá Satans óndu ørvar særdu so meint, og myrkrið sigur vann. Leið tú meg, Faðir, lær tú meg at bíða! Sál mín er still, ert tú bert nær hjá mær, til vit ein dag um perluportrið stíga; kom, stund so sæl, mær leingist eftir tær! Háberg, At søkja Gud í hjartans bøn, hvør dýrar stundir eru tað! Tær stundir veita stóra løn, ei tómhent fara vit avstað. Av tínum børnum nøkur fá vit koma her at søkja teg; tín friður lýsi okkum á, við náði vári hjørtu gleð! Hvør søt, hvør dýr hin hugsan er, at fólks tíns róp tú gloymir ei, at kærleik ævigan tú ber, um svarið ja er ella nei! Lær okkum søkja tað, tú vilt, og elska bert títt egna ráð! Við hesum ger várt hjarta stilt: Tá mest vit treingja, mest vit fá! ( Danielsen týddi). Á tú sorgbundna sál, tú, hvørs leið varð so løgd, at hon ber gjøgnum skýmligan dal! Er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd, brostin strongur, sum eitt sinn til spæl var upp spentur, og brennur enn eygað á tær eftir grát, eftir svøvnleysa nátt hygg tá upp, upp um fjøllini Kongurin har, missir hann sína megi, sín mátt! Tað, sum ísakalt vatn er til tystandi hjørt, er hans æviga lyfti til tín; burt fer stúran og sorg, burt fer náttin so svørt -: Óttast ei, Jákups ætt, tú ert mín! Kann ein móðir enn gloyma sítt bróstabarn her, aldri, aldri mítt barn gloymi eg; hygg, í hendurnar mínar tú teknaður er sál, er hetta ei nokk fyri teg? Háberg, Eingin størri ogn á fold kann falla tær í lut, enn at eiga vissu um ein fullan frið við Gud. Niðurlag: Undurfulla samfelag, sum eg gleðast kann í. Hann er mín eg eri hans. Og hvat hendir mær, aldri nakar fær rivið meg úr hondum hans. Mín sál er frelst og frí. Syndin fyrigivin er, hans lyfti eigi eg. Kærleikshond hans fylgir mær og vísir kós og veg. Trygt mítt lív er í hans hond, hann varar meg, eg veit. Aldri nakar svikin varð, sum seg á Harran leit. Øssur Berghamar, f. Ella: Um eg átti alt, bert ikki Jesus, átti eg tó onga sanna ogn; kundi heimurin veitt hvíld og gleði, um so altíð sólskin var og logn! Um eg átti alt, bert ikki Jesus, alt, ið hjartað ynskti, eygað sá, vóru túsund dagar einki verdir móti einum degi honum hjá. Um á jørð eg allan kærleik átti, ærdur mest av øllum her á fold, men so onga vón við lívsins enda uttan fjalir seks og køldu mold, um eg átti alt, bert ikki Jesus, hann og kærleik tann, ið hann mær gav, dreiv eg tó sum vrak við ongum róðri hjálparleysur yvir deyðans hav. Tómt og oyðið lívið er á foldum, uttan Jesus er tað einki vert, uttan hann er lívið eftir hetta vónleyst myrkur, vreiði, dómur bert; um eg kundi livað uttan Jesus, hvussu varð at doyggja uttan hann, hvussu varð at finna himmalvegin, leiðina, sum Jesus eina fann. Á tann lukka stór at eiga Jesus, ljós á lívsins tungu, døpru leið! Eingin synd, sum hann ei fyrigevur, eingin neyð, har Jesus hjálpir ei! Um eg átti Jesus, eina Jesus, og á jørð so einki uttan hann, átti eg tó bæði her á foldum og í Himli alt, eg eiga kann. Anna Ölander (Sv.), ( Danielsen týddi). Í stríðnum til ein stað eg flýggi og frið og hvílu finni har. Eg Himmalin har opnan síggi, og har fær hjartans longsil svar. Niðurlag: Á, dýri staður, Gud mær gav, har falla allar byrðar av. Til Gud eg har alt bera má. Tann staður er mín bønarvrá! Og har eg Andans loga kenni, tær myrku maktir hvørva har, eg aftur við tí eldi brenni, sum Harrin hevur birt í mær. Og dimmist loft av kvøldarskýggi, og eingin meir meg skilja kann, tá eg til hendan staðin flýggi og myrka loft tá klárna man! Á, vakra pláss, har sorgin svinnur, og hvar hvør freisting missir mátt, hvar sálin altíð náði finnur, mín bønarvrá mítt himmalslott! ( Háberg týddi). Leið meg tryggan heim, Faðir, leið meg tryggan heim, lívsins stríð skjótt endar, ei vandar verða fleir. Syndin tá ei freistar, ei eg snávi meir, styðja tú og ber meg, Faðir, leið meg tryggan heim. Niðurlag: Leið meg tryggan heim, Faðir, leið meg tryggan heim, lat meg ei á vegnum falla, leið meg tryggan heim. Leið meg tryggan heim, Faðir, leið meg tryggan heim, gjøgnum lívsins stormar, tá myrkrið tættast er, varða mínar føtur, nær hjá mær tú verð, lat meg ei á vegnum falla, leið meg tryggan heim. Leið meg tryggan heim, Faðir, leið meg tryggan heim, gjøgnum royndartímar, tá freistarin er nær, ver tú tá mítt skýli, halt mær tætt hjá tær, uttan teg ei fram eg komi, leið meg tryggan heim. Will. Thompson, ( Zachariassen týddi). Jesus, tíni sár og pína, krossur tín og kvøl og deyð, ugga meg og grøða mína likamssótt og sálarneyð; sníkir synd seg í meg inn, styrkir tað mítt veika sinn, eg við tær skal deyður vera, krossin tín á foldum bera. Táið holdið sær í kæti syndasteypið skeinkja vil, tá er tað mær hjálp og bati, eg tín deyða minnist til; herjar Satan hart á meg, sum mín skjøld eg nýti teg; fær hann tíni sár at síggja, má við skomm hann undan flýggja. Vil meg verðin villan leiða av tí smølu gøtuni inn á syndavegin breiða, eg tá minnist, Frelsari, tína sváru sorg og sút fyri meg at loysa út! Tá mítt hjarta stilt kann vera, ilt mær ei kann ófrið gera. Mína vón á teg eg grundi, tú, mítt ljós á villum veg! Deyðans vald tú hevur bundið, so hann ei kann deyða meg; at eg eigi, Jesus teg, troystar, tryggjar, frelsir meg, lívið ævigt tú mær gevur, sum títt orð mær lovað hevur. Bernard úr Clairvaux, ( Danielsen týddi). Harrin er ljós og frelsa mín; hví skal eg óttast og ræðast! Harrin er kraft og styrki mín; hví skal eg fíggindan smæast! Harrin er sterka verja mín; lyftir hann veldisarmin sín, fíggindin snávar og fellur. Harrin, hann skal hin ónda dag í sínum húsi meg goyma; sál mín, ver fró og hjartans glað, Harrin sítt barn ei kann gloyma, fjalir í tjaldi sínum meg, mær upp á klettin leggur veg, fast mær í hond síni heldur! Eittans eg biðja Harran má, hesum eg eftir vil tráa: At eg má búgva honum hjá, skoða hans lívsælu fáa, grunda hans djúpa kærleik á, síggja hans dýru frelsu fá, samfelag sælt hans har njóta. Tað er ein lítil løta bert farin er tá allur vandi til at tú Harran síggja fert; fastur í trúnni tú standi! Harrin skal heinta barnið sítt; ver tí, mítt hjarta, sterkt og frítt, bíða, ja, bíða á Harran! ( Danielsen týddi). Harranum lovið, tí veldiga Kongi, við heiður, sál mín, lat tað vera gleðina bestu, tú eigur, honum far mót, kasta teg fyri hans fót, takka, sum Andin teg leiðir! Harranum lova, sum heiminum ærufult ræður, honum, tær lyftir á veingjum og ber teg í ævir, kenna teg læt frið sín og gjørdi tað, at styrki tín er sum tín dagur! Harranum lova, sum øllum til besta tær vendir, honum, ið heilsu tær veitir og signing tær sendir! Vanda og neyð frá tær at víkja hann beyð, hjá tær sum verja hann stendur! Harranum lova, sum pláss millum síni tær gevur, óuppiborið teg signar og útvalt teg hevur, hann, sum sítt navn gav tær og inn í sín favn nærri og nærri teg dregur! Harranum lova, mín sál og alt, í mær seg rørir, gævi hans náði, at songur mín heiður hans nørir! Verdur er hann, at hvør ein tunga, sum kann, prís hans mót Himlinum førir. Joachim Neander (Týskl.), ( Danielsen týddi). Eg undrandi standi og hugsi um kærleik tín, á Jesus, at tú vendi hjarta títt so til mín! Eg minnist, at bert fyri meg tú krossfestur vart, at fyri meg, syndara, pínur og kvøl tú bart. Niðurlag: Á, tað var undurfult, hann skuldi elska meg og doyggja fyri meg, ja, tað var undurfult, undurfult fyri meg! Á undur, hann gav sína dýrd, gav upp ríki sítt, at loysa eitt hjarta, so sjálvráðið, stolt sum mítt, at kærleiki hans kundi røkka til slík sum meg, at hann kundi siga: Hitt burtvilsta søki eg! Eg hugsi um hendur hans, negldar á krossins træ á undur av kærleika! Skal eg væl gloyma tað! Nei, nei, eg vil elska og takka og prísa her, til eg við hans føtur skal tilbiðja einaferð! Charles Gabriel (Amer.), ( Danielsen týddi). Ærið Gud við glaðum songum og rópið hart við røddum mongum: Forlíkt við Gud, á stóra troyst! Gjøgnum Jesu deyð og pínu vár Gud nú kallar okkum síni, úr deyðanum vit eru loyst. Øll æran veri tær, Guds Lamb, sum krossin bar! Prís tú eigur; tú doyði her, men høgur er og krúnuna í Himli ber. Á vár Gud og Harri kæri, sum allir Himlar geva æru, tín ásjón vend til fátæk varð! Frítt vit vitna, at vit fóru til tín og eina synd tær bóru og funnu náði bert hjá tær. Á Harri Jesus Krist, vár frelsa ert tú vist! Tín er æran; várt skuldarbræv varð tikið av, og syndin søkt í djúpa hav. Tøkkin verði tín í ævir, vár Frelsari og hjálparmaður, sum gjørdi tunga hjartað glatt! Fyri kærleik tøkk tú fái og fyri hjartafrið og náði og ævigt lív og barnarætt! Hin nýggja paktin, har vit standa nú í tær, sum er grundað á tað, tú leið, er føst og greið og vikast allar ævir ei. Baumeister. ( Danielsen týddi). Harri mín og Frelsari, hvørja sæla gleði veitti tú ei sálini her á myrkum vegi! Deyðans sterka leinkja brast, sum meg áður bant so fast. Eg fekk barnarætt hjá tær, búgv í Himli eigi, ævigt burtur svann frá mær dómur tín og vreiði; náði tín meg at tær bant, Anda tín eg fekk sum pant. Takk tí fyri farnan dag, fyri tann, ið kemur! Hvørt mítt stig, tú leiðir tað, alt mítt besta fremur; og hin ljósi morgun brátt stígur upp úr døpru nátt. Upp, mín sál, ver glað og fró, syng nú songir glaðar, lovsongsrødd og takkarljóð hoyrist allar dagar! Tú, sum steypið beiska drakk, Harri Jesus, ævigt takk! Brorson (Danm.), ( Danielsen týddi). Eg við Jesu lívi livi, deyðað hevur hann mín deyð; fyri meg hann hevur givið seg í størstu kvøl og neyð; at eg frelstur skuldi verða, vildi krossins skomm hann bera. Tøkk og heiður túsundfalt, Jesus, Harri, fyri alt! Sakleysur tú lætst teg klaga mær at veita trygga búð; at meg einki skuldi skaða, toldi háð og órætt tú; ja, at tryggja frelsu mína, lætst tú teg við tornum krýna. Tøkk og heiður túsundfalt, Jesus, Harri, fyri alt. Lov og prís av sál og hjarta fyri tað, tú, Harri, bar, sár og sorg og myrkrið svarta, fyri, at tú dripin varð, fyri tíni spor, tey tungu, fyri pínurnar, teg stungu tøkk og heiður túsundfalt, Jesus, Harri, fyri alt! Týskur. ( Danielsen týddi). Abba, Faðir, síggj, vit koma í várs Harra Jesu navn, sum tín barnaflokkur savnast, søkja Gud, inn í tín favn! Blóðið hevur okkum reinsað, harvið fagnar okkum tú, og tín Andi lærdi okkum Abba, Faðir! siga nú. Eitt sinn langt av leið vit gingu, vónleys, blind í sál og sinn; men tín ríka, fría náði leiddi okkum til tín inn; hin fortapta son tú kysti, klædning, skógvar, ring hann fekk, bústað hjá tær sjálvum gavst tú tí, sum fyrr í myrkri gekk. Og í hesum rættferðbúna er várt stað við borð títt nú; náði tín várt hjarta gleðir, ja, og glaður, Gud, ert tú! Eigur ein seg ei at frøa, hoyra vit teg siga her, at hann livir, sum var deyður, at hitt vilsta funnið er! Abba, Faðir! Vit tilbiðja teg, til vit teg síggja har, meðan einglaskarar undrast, at so stór tín náði var. Skjótt við tína trónu savnað skulu, betur enn í dag, tíni børn í sigursfrøi Abba, Faðir! syngja glað. James Deck (Ongl.), ( Danielsen týddi). Fegnast, tú jørð, rek myrkrið út, lat flýggja sorg og sút. Á, stóra, djúpa kærleikshav: Gud okkum egna Son sín gav. Gud egna Son sín gav, Gud egna Son sín gav. Ja, stóra, djúpa kærleikshav. Fegnast, tú jørð, tín fagnaðarsong lat hevja upp tín Kong. Nú bø og líð og fjall og dal, ja, alt hitt skapta uttan tal lat syngja fagnaðarsong, lat syngja fagnaðarsong, ja, syngja, jørð, tín fagnaðarsong. Fegnast, tú jørð, ger høgt hans navn, lat honum upp tín favn. Gev rúm í hvørjum hjarta sær, breið út hans heiður fjart og nær. Ger høgt hans dýra navn, ger høgt hans dýra navn. Breið út hans heiður fjart og nær. Isaac Watts (Ongl.), ( Zachariassen týddi). Á Kristus, vit nú minnast ta beisku kvøl, tað stríð, sum nívdi teg, tá hin dag tú søkk Guds vreiði í! Í deyðans vøtnum doyptur tú vart, tá tú títt blóð lætst flóta fyri okkum, í vár stað dømdur stóð. Teg eitt sinn syndin nívdi, tí eru vit nú frí; og nú tú upp er risin, vit skulu liva tí. Sum lívsins fyrstagrøði tú deyðans portur vann, so dómur, grøv og deyði ei okkum skaða kann. Við tær vit doyðu, Harri, og risu upp við tær, vár sál nú, fyri okkum, við hásætið teg sær, frá syndini og Satan tú hevur okkum loyst, vit prísa tær, Guds Sonur, várt lív, vár vón, vár troyst! ( Danielsen týddi). (II). Vit, Harri, søkja teg í dag og boyggja knø tær sjálvum nær! Nú dýrd tín fylli hetta stað, vælsigna nú, vit bíða tær! Vit takka fyri Golgata og blóðið, sum vár atgongd er; nú reinsað, frígjørd, heiligað, vit høgt upp hevja navn títt her. Í søtum felagi við tær, høgt oman fyri heimsins stríð, vit leita til tín kærleik nær og søkka tína náði í. Ta pannu, tornakrýnda tá, ta hond, sum gjøgnumstungin varð, í andanum vit ynskja sjá; vælsigna nú, vit bíða tær! Alexander Stewart (Skotl.), ( Danielsen týddi). Syng lovsong og prís og ver glað, hvør sál, sum av sannleika er, ja, tú, sum Guds ljós hevur sæð, hygg upp og ei mótfallin ver! Niðurlag: Ver glað, ver glað, tú útvalda sál, á, ver glað! Ver glaður, tí Harrin hann er á jørð og í Himlinum við! Hann heimin á hond síni ber ver glaður, sig takk og tilbið! Ver glaður, tó mangan tað var í stríðnum sum fíggindin vann! Ein størri jú stendur við tær, enn nakar, sum møta tær kann. Ver glaður, tó nátt fellur á og dimmir tín sorgtunga dal! Lat einki títt mót niður slá, statt stillur, brátt lýsa tað skal! Syng lovsong og Harran tilbið, tú útvalda sál, og ver glað, av hjartanum takk honum sig, at sannleikan tú hevur sæð! Servoss (Amer.), ( Danielsen týddi). Øll dýrd veri Guds, hann stór verk rikar av, hann elskaði heimin, og Son sín hann gav, sum ofraði lívið til bót fyri synd og einum og hvørjum læt upp lívsins grind. Niðurlag: Harrans prís hevjið hátt! Hoyrið jørðin hans rødd! Harrans prís hevjið hátt! Fólk um londini stødd! Til Faðirin kom gjøgnum Sonin, hann gav, og gev honum dýrd hann stór verk rikar av. Á fullkomna frelsa, dýrt goldin við blóð, og honum, ið trýr, eini tíðindi góð; tí um so av syndarum størstur ein var, ta stund, ið hann trýr, fyrigeving hann fær. Hann stórleika vísir, og stórverk hann ger, og stór er vár gleði í Jesusi her; men reinari, hægri og mætari tá skal verða vár undran, tá Jesus vit sjá. Fanny Crosby (Amer.), (Jákup Olsen týddi). Lívsæla vissa: Jesus er mín! Hann er mín vinur, kallar meg sín; lívsæla vissa: Fullgjørt alt her! Likam og sál, alt hansara er. Niðurlag: Hann er mín gleði, songur mín hann, meðan mín tunga røra seg kann; ævigt hjá Gudi lova eg skal honum, tí sál mín frelst varð og sæl. Alt mátti fara men alt eg vann, æviga sólin fyri mær rann; opið Guds ríki stendur, og mær boðar hans orð um sæluna har. Sál mín kann hvíla, stillað og glað, etur hin mat, ei menn hava sæð; Jesus meg frelsti, skuld mína galt, eg eri einki, hann er mær alt. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). III. Vár krossur stendur fast, halleluja, halleluja! av trúareyga sæst, halleluja, halleluja! Fíggindan lat herja á, heimin vísa alt sítt háð krossinum vit standa hjá, halleluja, krossurin! Niðurlag: Halleluja, halleluja, halleluja, krossurin! Halleluja, halleluja, hann skal vinna sigurin! Hin sama krossin tú halleluja, halleluja! við gleði kenst við nú halleluja, halleluja! Gud náði vísti har, tá Jesus krossin bar, og offurlambið varð halleluja, krossurin! Vár synd har strikað varð halleluja, halleluja! tá Jesus hana bar, halleluja, halleluja! Á, syngið tá um hann, sum á krossi sigur vann! Kongur konga eitur hann halleluja, krossurin! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Friður stilt sum flóðin flýtur, har sum Andin fellur á; myrka fangahús hann brýtur, býr tí boygda hjarta hjá. Niðurlag: Friður signaði, friður heilagi, djúpa trygd í sál og sinn! Tagna stormarnir, leggjast sjógvarnir, har sum Andin kemur inn. Hesin søti himmalgestur heilsu, lív og gleði ber; trúarveikur stígur treystur, stúran, órógv burtur fer. Eins og regn av lofti kemur, eins og sólskin himli frá, so Guds Andi gróður fremur, har hann fellur hjørtu á. Hygg, so búnast Harrans akur, sálin troytta syngur glað, lívsins streymur, mildur, vakur, flýtur á tí oydna stað! Á hin frelsa dýra, sæla, hvørja stund hans ásjón sjá, altíð prís hans kunna tala, altíð dvølja honum hjá! Manie Payne Ferguson. ( Danielsen týddi). Guds náði, hon er undurfull og meiri verd enn góðs og gull; takk, at tú okkum hevur vart, takk, at tú hevur lív várt spart! Takk fyri, vit ta longu tíð við vinum fylgdust heimi í, takk fyri øll, sum kenna teg, við okkum ganga lívsins veg! Vit lov og tøkk nú syngja tær, at tú so trúgvur okkum var ígjøgnum hesi mongu ár um runnið hevur mangt eitt tár. Takk fyri gleði, sorg, tú gav, takk fyri djúpa náðihav, takk fyri sólskin, toku við, takk, at tú ert við vára lið! Malla Joensen, f. Teg vil eg elska, tú mín styrki! Tú gevur frið, og tú gert ljóst; tær tæna skal mítt lív, mítt yrki, hvør trá, ið fyllir hetta bróst; teg vil eg elska, Harri mín, sum kallaði meg tín! Teg vil eg elska; lív tú vart mær og førdi meg á lívsins leið; teg vil eg elska, ljós tú bart mær, sum allar ævir sløknar ei; teg vil eg elska, tí títt blóð meg frelsti, keldan góð. So leingi eg teg ikki kendi; tó var eg altíð kærur tær; tú Anda tín í bróst mítt sendi, tá sá eg, havnin var mær nær; tí lívd og friður er at fá við tær at vera hjá. Ja, barnið kom av villum vegi, kom heim, ein sál, so tyngd og móð, sum her á lívsins summardegi var drigin burt, men kendi tó, at bert hjá tær, tú fasta borg, kann stillast hjartans sorg. Teg vil eg elska og tilbiðja, mín Frelsara, mín vin, mín Gud! Hvat tínir fíggindar enn siga, og hvat mær falla skal í lut teg vil eg elska, Harri mín, sum kallaði meg tín! Gellert. ( Danielsen týddi). Tær heiður, Alvaldi, himlarnir bera, í toru finnur rødd tín veg, og jørðin og havið, tey navn títt høgt gera, hitt skapta alt ber boð um teg; hvør leiðir stjørnurnar á teirra vegi, ótaldu himmallikam mong! Guds mátt og veldi vit lova við gleði og veita honum takkarsong. Gellert. ( Danielsen týddi). Jesus, títt blóð, tín rættferð nú mítt prýði er, mítt dýrdarskrúð. Íklæddur hesi kann eg frítt við frøi hevja høvur mítt. Tá eg av foldom hevjist hátt til bústað mín í Himli brátt, tá verður hetta verja mín: Jesus, títt blóð og rættferð tín. Djarvur hin stóra dag eg skal standa í virði tínum væl. Reinur í blóðinum, sum rann, ei nøkur synd meg kæra kann. Óplettað hetta skrúðið skal meg bera gjøgnum dómsins dal. Ei aldur dálka dýrd tess kann, Guds rættferðskrúð er reint sum hann. Lat meg, sum eitt sinn deyðans var, á, Harri, frøa meg í tær. Jesus, títt blóð, tín rættferð nú mítt prýði er, mítt dýrdarskrúð. von Zinzendorf (Týskl.), ( Zachariassen týddi). Tilbiðið vár Kong í Himlinum hátt, á, syngið um hann, hans kærleik og mátt, vár skjøld, vára verju á, tøkk honum ber, sum býr har í ljósi, hálovaður er! Á syng um hans vald, hans náði sig frá, hvørs búni er ljós, hvørs tróna er há, sum tornar í vreiði, sum eina ger frið, sum stormur ber boð um á, Harran tilbið! Hvørt undurfult verk, sum skoðast í dag tú Alvaldi, hond tín virkaði tað! Tú jørðina festi, sum vikast ei kann, og sjógvin sum kápu tú gavst henni hann. Hvør mála kann rætt títt verk og tín veg! Ja myrkur og ljós, tey tala um teg, og luftin og havið og heyggjar og fjøll ja, handaverk tíni, tey lova tær øll! Robert Grant, ( Danielsen týddi). Tá tígnandi í undran, harri drottur, mær birtast tíni alheims skaparverk, tann stjørnufjøld, tann hvølli torusláttur í øllum skepnum prógvast hond tín sterk Niðurlag: Tá syngur sál mín, Frelsari, til tín: Hvør mikil Gud, tú, Harri ert! Tá syngur sál mín, Frelsari til tín: Hvør mikil Gud, tú, Harri, ert! Tá leið mín ber um fløtur, gjøgnum dalar, og fuglur letur, fjálgt kenst summarfleyr, á tindahæddum rúmdin til mín talar, tá løkur tutlar millum stein og eyr Tá eg so minnist, hesin Gud ei spardi Sín Son, men læt hann doyggja fyri meg, at Frelsarin seg sjálvan ikki eirdi, men bløddi út tað skilji ikki eg Tá Jesus kemur, gleði vil uppstíga, ein slík, sum eg ei áður havi merkt, í takksemd eyðmjúkt skal eg niður níga og rópa hátt, hvør mikil Gud tú ert. Carl Boberg (Svør.), ( Háberg føroyskaði). Í náttarmyrkri sál mín lá, til Jesus kom til mín og allar skuggar burtur rak og gav mær kærleik sín. Niðurlag: Sólskin, sólskin, sólskin havi eg, sólskin, sólskin allan lívsins veg; síðan Jesus fann meg, gav mær frið frá sær, havi eg hans kærleikssólskin milt í mær. Er loftið alt av skýggjum dimt, og bróta bylgjur vilt, er verðin myrk, í míni sál hans sólskin vermir milt. Við Gud eg eigi samband søtt, tá sól hans sær meg á; eg streingi fram, og heiminum eg bakið vendi tá. Eitt rúmsátt land hann veitti mær og slættar mær mín veg, og í hans kærleikssólskini lívsávøkst heysti eg. Skjótt síggi eg hann, sum hann er, mítt ljós, sum her upp rann, í ljóma úr hans andliti tilbiði ævigt hann. van de Venter. ( Danielsen týddi). Tað er aldri so myrkur dagur, tað er aldri ein nátt so long, at tann sál, sum á Jesus lítur, ei finna kann ein song. Niðurlag: Dýri og signaði Jesus! Hann í hjartað mær legði ein song, ein song, sum ber frælsi, ber styrki, ber mót hann í hjartað mær legði ein song. Aldri boyggir slík sorg meg niður, aldri tyngdur so eri eg, at ei Jesus meg ber ígjøgnum, hann, sum so elskar meg. Tað er aldri tað tap, tann missur, ei slík umsorg, slík trongd á mær, sum eg ei kann til krossin bera og finna lætta har. Eingin syndari er so sokkin, eingin viltist so langt av leið, at ei blóðið hann fult kann frelsa, at Gud hann elskar ei. Annie Russell. ( Danielsen týddi). III. Í urtagarð hans komi eg, meðan døgg á rósum enn hongur; mínum oyra nær kemur rødd hans har Guds Sonur hjá mær gongur. Niðurlag: Hjá mær gongur hann, við meg talar hann, og har vin sín kallar hann meg; og ta hvíld, ið tá fellur hjartað á, hjá honum bert finni eg. Hann talar, og rødd hans er søt; onnur ljóð tykjast fátæk, følnað; rødd hans gleði ber, sum í hjartað fer og aldri burt kann kølna. Við honum har dvølja eg vil, um so náttin á meg skal falla; men hann biður meg fara fyri seg tey vilstu heim at kalla. Austin Miles, ( Danielsen týddi). III. Eg bilsin standi og hugsi um Jesus úr Nazaret, og undrist, hví hann meg elskar og frían meg hevur sett. Niðurlag: Hvør undurfult, hvør dýrabart, songur mín er bert um teg. Hvør undurfult, hvør dýrabart, at tú skuldi elska meg. Í urtagarðinum bað hann: Á, Faðir, tín vilji ske! Hans tár og sveitti har fullu sum blóðsdropar fyri meg. Hann mína synd upp á træið á likami sínum bar, hann leið og sjálvboðin doyði, varð gjørdur til bann av mær. Tá við teim loystu í Himli hans andlit mítt eyga sær, í øldir og allar ævir, mín Loysnari lovsong fær. Charles Gabriel (Amer.), ( Zachariassen týddi). III. Á ein undurfull umskifting var tað hjá mær, tá Jesus í hjarta mítt kom! Tað varð ljós í tí sál, har sum myrkt áður var, tá Jesus í hjarta mítt kom. Niðurlag: Tá Jesus í hjarta mítt kom, tá Jesus í hjarta mítt kom gleði, ljós fylti tað, ja, mín sál, hon varð glað, tá Jesus í hjarta mítt kom. Eg sum vrakið á havinum longur ei dreiv, tá Jesus í hjarta mítt kom; og mín synd, sum var stór, hon øll av tváað bleiv, tá Jesus í hjarta mítt kom. Mær varð givin ein vón, sum er grundað og føst, tá Jesus í hjarta mítt kom; og tann ivi svann burtur, sum píndi mítt bróst, tá Jesus í hjarta mítt kom. Ja, í deyðskuggans dali rann ljós upp tann dag, tá Jesus í hjarta mítt kom; eg í trúnni fekk skoða hin æviga stað, tá Jesus í hjarta mítt kom. Mær varð tryggjað eitt bústað hjá Harranum har, tá Jesus í hjarta mítt kom; og mær givin varð hvíld fyri stríðið, eg bar, tá Jesus í hjarta mítt kom. McDaniel, ( Danielsen týddi). Tey mongu nøvn Gud ber ígjøgnum alt sítt orð, um vísdom, kærleik, mátt, alt ber á sama borð: At dýrdargera navn hans her, tað navnið, sum av øllum ber. Profetur Guds ert tú, mín tunga prísi tær, tú gleðiboðskapin um frelsu higar bar, tey dýru tíðindi so góð um frið ígjøgnum Jesu blóð. Sum Høvuðsprestur tú í halgidómin fór, gav egna blóð títt har, á, endurloysing stór! Tað gevur særdum sálum frið, tað verkið Gud er nøgdur við. Eg elski Hirðans rødd, hans eyga fylgir mær. Hann kennir meg eins væl og fylgið alt hjá sær. Hann fylgir mær á hesi ferð, og meg á herðunum hann ber. Mín Frelsari, mín Gud, mín Harri, Kongur mín, tilbiðjan, heiður, dýrd og æran veri tín. Um náði tína syngi eg, mín Gud, sum endurloysti meg. Isaac Watts (Ongl.), (Líggjas á Váli týddi). Ein song eg eigi, Jesus gav hann, hann av Himli sendur er, og ei so vakurt lag fyrr hoyrdi eg, boð um kærleika tað ber. Niðurlag: Mær í hjarta djúpt hin songur er, hin songur altíð er, sum himmalskt samljóð ber; mær í hjarta djúpt hin songur er, sum boð um Jesu kærleik ber. Eg elski Jesus, hann, sum doyði og við blóði frelsti meg; hann gav hin gleðisong í hjarta mítt allan lívsins tronga veg. Hin song eg allar ævir syngi, eg við einglum syngi hann; á samljóð søtt, tá hin dag syngja skal hvør tann sál, sum frelsu fann! Elton Roth. ( Danielsen týddi). III. Í búna dýrum mín Harri er, av myrra angar hann; tað gleði djúpt mær í bróstið ber og heilt mítt hjarta vann. Niðurlag: Úr hinum fílabeinshøllum har í eina sorgarverð hvat uttan bert tín kærleiki, Jesus, dró teg her! Men beiska sorg kendi Harri mín sum aloe talar um; rørd minnist sál mín til deyða tín á harða krossinum. Og heilsubót hekk við búna tín vit minnast kassia nú; ja, mangan ók hesin fótur mín, men upp meg reisti tú. Í búna dýrum hann skjótt ein dag skal koma eftir mær og taka meg til hin gylta stað at búgva ævigt har. Henry Barraclough, f. ( Danielsen týddi). Takk, Jesus, fyri, tú meg hevur favnað við tínum náðiríka kærleika! Og skjótt, so skal eg ævigt hjá tær havna og syngja betur prís um náðina. Takk, Jesus, fyri, at tú vildi ganga hin tunga, tronga veg á foldum her og so til síðst á krossi negldur hanga! Men sigursróp títt var: Tað fullgjørt er! Takk, Jesus, fyri tína fríu náði og kærleikan, ið helt tær krossi á! Ei her á jørð eg nóg nógv takkað fái, men betri prís í Himli skalt tú fá. Takk, Jesus, fyri, tú meg trygt her leiðir, inntil eg frelstur foldum fari frá! Tín, Jesus, æran er og allur heiður, at eg av náði tær skal búgva hjá! Takk, Jesus, fyri, at á veg eg eri til staðin, sum av krystal bygdur er! Og allar ævir tá hjá tær eg veri og takki betur, enn eg dugdi her. Halleluja eg tá skal glaður syngja, tá eg við børnum tínum savnast skal í Himlinum, har eingin sorg skal tyngja, og lovsongurin betur ljóða skal. Jóhannes Holm Jacobsen, f. Um tú á lívsins leið vónbrotin er, herjar enn stormur á, Jesus teg ber. Brátt leggjast bylgjurnar, havið so vilt, táið bert Frelsarin sigur: Ver stilt! Niðurlag: Á, tað var undurfult himmalskan frið at fá, einki meg saka kann, prís fái eina hann. Fyllir meg stilli, logn, náðin nú er mín ogn, frið allar ævirnar, himmalskan frið. Umsorgan hevur hann, byrðina ber, leiðir meg dag um dag, hvíld hetta er. Myrkir enn nátt so svørt, frið eigi eg, á, hvør ein skattur er hann fyri meg. Jesus aleina kann veita mær frið, stríðið bert enda fær, um hann er við. Vónin um Himmalin grundføst er mær, tá ferðin endað er, ber Gud meg har. Martha Clingan. ( Zachariassen týddi). Nú síðan Jesus loysti meg, á jørð ein Himmal eigi eg; ímillum stríð og sorgir her, at kenna Jesus Himmal er. Niðurlag: Ja, tað er Himmal longu her, at syndin fyrigivin er; til lands, til sjós hvat ger tað, hvar! Har Jesus er, tað er Himmal har. Fyrr Himmalin langt burtur lá, til, Jesus, eg títt andlit sá; men nú er hann í brósti mær og aldri, aldri enda fær. Hvat ger tað, hvar eg ferðast skal, á tindin upp, í djúpan dal, um smátta, borg mítt tilhald var! Har Jesus er, tað er Himmal har. Butler. ( Danielsen týddi). Jesus meg elskar undurfull náði! Jesus meg elskar, eg veit ikki, hví; dult er tað nú í Guds æviga ráði, sál mín tó hvílir hans kærleika í. Niðurlag: Lovaður, Jesus, Frelsari stóri! Tær skal eg takka hvønn dag niðri her; lovaður, Jesus! Ein dag eg teg síggi, fullkomna tøkk tá mítt hjarta tær ber. Jesus meg frelsti undurfull náði! Fyri mær himmalska sólin upp rann; hjarta mítt nívdu fyrr angist og váði, skuldina, straffina burtur tók hann. Jesus meg leiðir undurfull náði! Hvat ger tað tá, um eg ikki veit, hvar! Mangan er toka, og royndir eg fái; einki tó sakar meg, er hann bert nær. Jesus skjótt kemur undurfull náði! Kemur at heinta meg nú skjótt ein dag; ævigt er svunnin burt ófriður, táið eyga mítt skoðar hin himmalska stað. Jacob McGill (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tú elskar meg, eg veit tað væl, tú komst í henda dapra dal úr høgu Himmalhøllum at loysa leinkjurnar, eg bar, við blóði tínum bjarga mær og tínum egnu øllum. Tú elskar meg, eg veit tað væl, tær náðigávur uttan tal, tær kærleik tín mær vísa; hin milda hond mær vísti veg, tín troyst, tín náði, lívga meg og góðsku tíni prísa. Tú elskar meg, eg veit tað væl, men hetta mangan sigast skal, skal eg tað altíð minnast; vend ásjón tíni her til mín, og tala so um kærleik tín í hjarta mínum innast! Tú elskar meg, halleluja! Tað tónar sum hitt Effata! og loysir tungu mína; tú enn sum áður elskar meg og skalt meg elska, inntil eg har síggi ásjón tína. Madsen (Danm.), ( Danielsen týddi). (I). Halleluja, halleluja, syng hans prís mót Himli hátt. Halleluja, halleluja, morgunglæman skyggir brátt. Drottur dýrdarinnar mætur, Sonur ævinleikans er Sigurskongur, Frælsishetja. Sína løn brátt heim hann ber. Drottur ævinleikans mikil, hann, ið skapti himnafør, einsamur á fold hann gekk, so fremmandur á egnu jørð. Saknur, sorg og pína nívdu hjarta hans, og heimsins neyð bar hann, og á krossi bøtti vára synd við skemdardeyð. Halleluja, halleluja, Lambið varð vár sálarbót. Tú í mátt og veldi legði fíggindarnar undir fót. Tí við rødd sum havsins duni veita vit tær takkarsong. Halleluja, halleluja, brátt vit vænta teg, vár Kong. Samuel Trevor Francis (Ongl.), (Ingálvur av Reyni týddi). Mín sál er frelst, halleluja, mín sál, úr bondum frí, í Jesusi fann hvíldarpláss, ja, nú og alla tíð! Niðurlag: Mín sál er frelst, mín sál er frelst, er loyst og sæl og frí; hav, Jesus, takk, mín sál er frelst, í dag og alla tíð! Eg sá, og hygg, frá krossinum ein frelsukelda rann! Og hjarta mítt fann reinsan har, mín sál har frelsu fann. Burt svann mín skuld, mín sál varð frí, tað gjørdi Jesu blóð, og enn í dag hon reinsa kann, mín frelsukelda góð. Ja, Jesu navni veri prís! Eg veit, at hann er mín, og Andin vitnar fyri mær, at hann meg tók til sín. Og tá eg síggi dýrdina, sum einki eyga sá, tá skal eg prísa Jesusi, út loystur! syngja tá. Julia Sterling (Jákup Olsen týddi). Ljós skyggir fram, brýtur myrkursins veldi, náttin um skiftist í bjartasta dag, áir upp renna í oyðimørk turru, lovsongur hoyrist á sorganna stað. Niðurlag: Kærleiki ómáldur, undurfull náði! Son sín, hin einborna, Faðirin gav; deyða hans beiska og líðingasáði veksur vár frelsa og sæla nú av. Stjørnan, sum tá fyri vísmonnum lýsti, skínur sum sól yvir heimin í dag; barnið, sum fjósið í Betlehem hýsti, ger nú tey syrgjandi hjørtuni glað. Kristus, sum nýtt skapti fyri hitt gamla, Jesus, hvørs dýrd nú vár sál hevur sæð, við sínum deyða hann aftur skal samla allar Guds samkomur spjaddar ein dag. ( Danielsen týddi). Mín sál er glað, tí hon er frelst prísið, lovið Harranum! Í Jesu navni ævigt frelst, prísið, lovið Harranum! Ja, hann læt fyri meg sítt blóð og fyri meg í stríðnum stóð; við krossin frið fann sálin móð, prísið, lovið Harranum! Niðurlag: Á, prísið, lovið Harranum, sum frelsti meg frá deyðanum og tváaði í blóðinum prísið, lovið Harranum! Hvør gott at vera eitt Guds barn, prísið, lovið Harranum! Fyrr bant meg synd og Satans garn, prísið, lovið Harranum! Eg klettinum nú standi á, í Jesusi meg frelstan sá, og aldri skal meg dómur ná, prísið, lovið Harranum! Eg sælur eri hvørja stund. Prísið, lovið Harranum! Og hvíli trygt á blóðsins grund, prísið, lovið Harranum! Tí Jesus er mín rættvísi, mítt lív, mítt ljós, mín sæla við, í honum fann mítt hjarta frið prísið, lovið Harranum! ( Danielsen týddi). Synddálkað og óverdig vár tænasta øll var, um tú ei sum vár prestur til Gud fram hana bar; ja, bæði, tá vit savnast, og hvat vit gera her, í tær, vár Harri Jesus, tað eina verdigt er! Vit byggja á tí kletti, sum aldri svíkja vil, og ei av synd tey vita, øll, sum tær hoyra til; og Halgi Andin vitnar í brósti okkara, at ei tú okkum sleppir og brýtur paktina. Tann olja, á tær flýtur, tú, várt dýrmetta høvd, til okkum niður kemur við Andans mildu rødd! Hvør gleði er tað ikki sum ein at savnast tá og frá tær sjálvum gleði og kraft og signing fá! Mary Peters, ( Danielsen týddi). G-d. Lovið Gudi øll Guds børn, gevið æru til vár Kong! Tit í sterka hválvi hans, gevið Gudi heiðurssong! Niðurlag: Komið, alt, ið hevur andadrátt, lovið Gudi, gevið honum mátt, latið takkarsongin ljóma hátt, ærið Gud, halleluja! Lovið Gudi fyri verk so veldig, rík og góð. Fyri stóru dýrd og tign, latið hoyrast takkarljóð! Lovið Gudi við basún og við hørpu, sitara! Latið ljóma streingjaleik til vár Gud og Skapara! (Brynleif Hansen týddi). Alt, sum er merkt av Harrans hond og skaparverki hans, øll draga vil úr deyðans nátt á, tilbið, tilbið, tilbið, gev Guds verki ans. Gud skapti alt, og tað var gott; men inn kom synd og deyð; men Jesus, hann vann deyðans mátt á, tilbið, tilbið, tilbið hann veit hjálp í neyð! Í vetraródn og myrku nátt, tá kenst tú veikur her; men vend í bøn til Himmals hátt, og tilbið, tilbið, tilbið ja, tað uppi ber! Náttúran vøkur er at sjá ein vakran summardag; hvør vøkur er Guds dýrd ei tá á, tilbið, tilbið, tilbið hann á hesum stað! Lat okkum syngja prís til hann, sum vildi doyggja her og okkum aftur lívið vann á, tilbið, tilbið, tilbið hann tað verdur er! Óli Reinert, Vár Faðir, vit tilbiðja í Jesu navni her! Tí hann, hvat enn umskiftist, hin sami altíð er; við honum prís várt verður líkt roykilsi í dag, og andans songi fattast ei vakurt tónalag. Tín kærleiki, hann kyndi ein eld, sum sløkkist ei; um ivi, synd hann dimdi, tó aftur upp hann steig: Lat meiri klárt hann brenna við styrki, reinsandi, og okkum vís ta náði, sum okkum veitti teg! (Jákup Olsen týddi). Guds Syni prísi eg, mín hvíld er náði tín, og hjarta, varrar uttan frykt tann Harra kalla mín. Við krossin ivin svann; hans grøv eg legði í ta myrku vantrúnna, sum fyrr mær voldi so nógv stríð. Guds náði prísi eg, og hon er alt mítt rós; eg eri hans, og hann er mín, mín Gud, mítt lív, mítt ljós. Í honum bert er gott, í mær býr eina ilt, men harí tína góðsku tú enn meiri vísa vilt. Mín frelsa er í tær, og synd burt tekur tú; eg elski, tí tú elskar meg, títt lív mítt lív er nú. Mítt lív í tær er fjalt, og deyðin fór avstað, burt svunnu míni myrku skýggj, mín midnátt varð til dag. Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Á náði, sum ei sleppir mær! Mín troytta sál fann frið í tær; tak, leið tú meg, sum tú best sær, at náði tín kann føra meg til meir at kenna teg! Á ljós, sum fylgir míni leið! Hitt rak, sum reyk, tú sløkti ei; títt ljós ígjøgnum meg útbreið, og dýrdina, sum er frá tær, lat skyggja út frá mær! Á gleði, har sum grátur rann! Á lukka, at mín sál teg fann! Ígjøgnum tár eg síggja kann ta náði trúfasta, sum brátt í dag skal venda nátt. Á krossur, tú, sum lyftir meg! Frá tær ei flýggja tori eg, men leggi niður fyri teg alt annað rós og rósi mær, á krossur, bert av tær! George Matheson (Skotl.), ( Danielsen týddi). Tá ferðin er at enda komin her, mín sál við gleði heim til Himmals fer; og, Jesus, æran øll er tín, at eg av náði tíni skjótt skal síggja teg! Á Jesus, aldri, aldri fati eg, hví tú so mikið vildi elska meg og ganga henda tunga, tronga veg frá krubbuni og til Getsemane! Og so til síðst á krossinum tú hekk, men sigrandi úr grøvini tú gekk og ert nú við tíns Faðirs høgru hond; í tínum navni loysast syndabond. Takk, Jesus, fyri, at mítt skuldarbræv, er kvittað, synd mín søkt í djúpa hav, so aldri, aldri meir tú hana sær! Tað er hin vissa, orð títt veitir mær. Og skjótt ein dag nú fríur verði eg frá øllum tí, sum mangan tyngir meg; tá hjartansglaður skal eg skoða tað, sum her bert veikt í trúgv eg havi sæð. Jóhannes Holm Jacobsen, f. (I). Tú, sum frelsir, á, hvør signað er hitt søta navn, tú ber! Jesus! Nøvn øll onnur blikna, tú, tú eina høgur er; tú, sum frelsir, tú, sum frelsir, sæla mín ert eina tú! Djúpt í synd fortaptur lá eg, Satans leinkja helt mær fast, leiddur av hans snilda ráði gekk mót Helviti við hast; tú, sum frelsir, tú, sum frelsir, sum ein brand tú tókst meg út! Tín við sátt og tín í ævir, tín við eiði, tín við blóð! Aldri koma skal tann dagur, at títt lyfti fast ei stóð; tú, sum frelsir, tú, sum frelsir, á, hvør stórt at vera tín! Tá eg skal títt andlit síggja og teg rætt tilbiðja tá, syngja tær hin songin nýggja, tína fullu frelsu sjá, tú, sum frelsir, tú, sum frelsir, eina tín er æran har! ( Danielsen týddi). Des-as. Við altarið var eg, og Lambið eg sá, brent heilt upp í øsku tað var; og roykin hin søta eg stíga sá upp, væl fagnaðan, Faðir, av tær! Og meðan eg leit at tí lívsælu sjón, kom niður av Himli ein rødd: Við hesum tín syndaskuld tikin er burt, tín sál gjøgnum ofrið er grødd. Ein endi á synd tíni gjørdur er her, tí ofrið tók dómin á seg; við blóði hon æviga strikað er út, ei meir hana minnast vil eg. Við undran og gleði eg trúgvi tí, Gud! Og styrk tú ta trúgv, tú mær gav, so meiri og meir hann, sum leið fyri meg, er alt, ið eg rósi mær av! Amelia Matilda Hull (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á Jesus! Æran øll er hans, hvør eingil, prís fram ber! Ber fram hin gylta kongakrans, og krýn hann, krýn hann, krýn hann, hann, sum Harrin er! Krýn hann, tú vitnisflokkur, sum títt blóð lætst flóta her! Ger navn hans høgt í Himlinum, og krýn hann, krýn hann, krýn hann, hann, sum Harrin er! Tú Ísraels útvalda ætt, tú leivd, sum navnið ber, rís upp og tilbið navn hans rætt, og krýn hann, krýn hann, krýn hann, hann, sum Harrin er! Útvalda lið av tjóðunum, í huga altíð ber ta skál, hann drakk á krossinum, og krýn hann, krýn hann, krýn hann, hann, sum Harrin er! Av hvørji ætt og hvørji tjóð á heimsins ringi her, nú berið fram eitt lovsongsljóð, og krýn hann, krýn hann, krýn hann, hann, sum Harrin er! Edward Perronet (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á, syng um hann, av Himli steig í guddómskærleika, til tað, sum viltist burt av leið, at bera frelsuna! Á, syng um hann, sum lýðin var til krossins beiska deyð, sum syndir várar bar á sær og frelsti út úr neyð! Á, syng um hann, ið leiðir her við síni sterku hond, sum síni børn á veingjum ber mót heimsins ljósu strond! Á, syng um hann, sum eina stund sítt fólk skal savna brátt í faðirhúsið, heim á fund hjá sær í Himli hátt! Ja, syng um hann, mín Frelsara, sum oyddi deyðans makt, sum uppi har ber krúnuna, sum alt er undir lagt. Jákup Olsen, Gev Gudi prís og hann tilbið! Gev prís, tú stóra einglalið! Hvør tunga, honum heiður vís gev Faðir, Syni, Anda prís! Á Gud, tú, sum ert kærleiki, gev okkum náði, signing, frið! Vit geva okkum tær í hond, Gud Faðir, Sonur, Heiløg Ond! Thomas Ken (Ongl.), ( Danielsen týddi). C-g. Fagrastur er Jesus, av tíggju túsund ber hann, hann dalsins hvíta lilja og stjørnan bjarta er. Hann er øll mín æra, mín gleði dag um dag, mítt hjarta tí kann syngja eitt himmalskt kærleikslag. Niðurlag: Hoyrið song hinnar fríu sál ljóma søtt og fagurt ringja! Hoyrið song hinnar fríu sál, sum ber hvíld, tá byrðar tyngja! Hoyrið song hinnar fríu sál, sum mítt hjarta stútt má syngja! Halleluja! Halleluja! Hoyr song hinnar fríu sál! Hjarta mítt var byrðað, men bøtt er syndaskuldin, nú gleðitónar fylla mítt bróst á vegnum her. Kristus er mín bjarging, mín songur dýrasti, hann eiga skal mín lovsong, mín Harri, Meistari. Táið hann meg frelsti, hann gleðistrong mín rørdi, og altíð skal eg syngja: Hann endurloysti meg! Áður eg í myrkri og deyðaskugga gekk, men nú hans prís eg syngi, tí frælsi, ljós eg fekk. Frælsissongin glaða ei einglar kunnu syngja, bert tey, ið vóru deyðans, men frígjørd eru nú. Tey, sum vóru bundin, í trælakorum stødd, við fagnaði nú syngja og hevja sigursrødd. Oswald Smith, (Flóvin Tyril týddi). Prísaður Gud, vár Gud! Einborna Son sín gav hann okkum her; gáva tað fram um allar gávur er; prísaður Gud, vár Gud! Hvat gevur hann ei tá! Frítt fyri einki gav hann okkum alt, gávu, sum eingin søkti, eingin galt; hvat gevur hann ei tá! Hann spardi ei sín Son! Tagna má fyri hesum ivi, frykt, stilt verður hjartað, sálin hvílir trygt; hann spardi ei sín Son! Hvør skal fordøma nú! Kristus er deyður, risin og nú er heima hjá Gudi, vára søk fram ber; hvør skal fordøma nú! Gud sjálvur rættvísger! Hvør kann burt taka friðin, sum hann gav, hvør døma við tí lóg, sum hann tók av! Gud sjálvur rættvísger! Sigurin okkara! Guds Sonur fyri okkum gav seg her, stríðið hann stríddi, sigur vunnin er; sigurin okkara! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Kom, fram hitt søta ljóðið ber, ta makaleysu dýrd, sum er í mínum Frelsara! Ber lovsong fram til Gud og hann, ein song til æru hans sum tann, ið er kring trónuna! Hvør ríkt hitt dýra blóð, hann læt at keypa meg, sum bundin sat og undir dómi var! Hvør fullkomin hans rættvísi, hvør hvít og rein tey klæðini, hans deyði keypti mær! Stór er tann tænasta, hann ger, og stórur heiðurin, hann ber á síni trónu nú; við prísi, sum ei tagna kann, við lovsongi, sum aldri svann, har ærdur verður tú. Og skjótt vit náa nú tann dag, tá vit í hinum ljósa stað títt andlit skulu sjá; vár Harri, vinur Frelsari, vit skulu syngja har um teg við hørpuljóði tá! Samuel Medley (Ongl.), ( Danielsen týddi). Takk, Gud Faðir, at tú vildi niður til mín boyggja teg! Mína sorg og neyð tú skildi, og tú komst at fría meg. Nú eg syngja kann við gleði, tí eg veit, at tú ert mín, og á mínum síðsta degi vilt tú taka meg til tín. Har, har skal eg ævigt hvíla frá tí, sum meg møddi her; her so mangir stormar ýla ikki so í hini verð. Tá mítt eyga teg skal skoða, ei mær kinnin vætist meir, royndareldur ei skal loga, sorgir ei eg kenni fleir. Skjótt vit vera nú har heima, har sum songur duna skal; allar sorgir tá vit gloyma, tá í ævir alt er væl. Malla Joensen, f. Heilagur er Harrin, Faðir, Sonur, Ond, syndin honum aldri koma kann í nánd. Harrin heimin skapti, Harrin øllum ber, Harrin ævigt valdar, heilagur hann er! Harrin Gud er Andin, Kristus er hans mynd, heilagur er Harrin, fyrigevur synd! Rættvísir hans dómar, heiløg er hans lóg, rættvís er hans frelsa. Heilagt er hans blóð! Heilagt, heilagt, heilagt, heilagt navn hans er, heilagt, heilagt, heilagt, heilagt, alt hann ger. Undurverk hans bera heilagleikans spor, heilagur er Harrin, heilagt er hans orð! Joh. Phil. Neumann ( ). ( Zachariassen føroyskaði). Lovsongur mín ert tú, Harri mín Gud! Í ævir eins og nú tú ert mín Gud. Kelda av kærleiki, klettur av trúfesti ert tú, hin signaði Harri mín Gud! Ósæddur ert tú nær, Harri mín Gud! Og hvat enn forðar mær, tú ert mín Gud, stormurin stilti av, slætt gjørdist villa hav við hjálpini tú gav, Harri mín Gud! Fyrr eg ei kendi teg, Harri mín Gud, tó tú útvaldi meg, Harri mín Gud! Jesus á krossinum vann meg frá deyðanum, frelsti við blóðinum, Harri mín Gud! Nú eg í øllum má, Harri mín Gud, bert tína náði sjá, Harri mín Gud! Skjótt endar tíðin her, sál mín heim til tín fer, har hennar heimstað er, Harri mín Gud! ( Danielsen týddi). Dýrt er orðið mær um Jesu kærleika, sum av Himli niður steig á jørðina, sum her gekk hin tronga veg og gav lív sítt fyri meg dýrt mær er at hoyra hesa søguna! Niðurlag: Hann, eina hann meg frelsti, verja kann, mær gevur gleði, frið, varðveitir míni stig; hann, eina hann meg frelsti, verja kann, inntil eg standi heima og málið ævigt vann. Dýrt er orðið mær um Jesus, sum hann gekk her á foldum, frelsuverkið útint fekk, veitti blindum monnum sjón og gav troyttum sálum vón, kveikti ljós, har skuggi deyðans dimmur hekk. Dýrt er orðið mær um Jesus trænum á, tí tað sýnir, trongd mín á hans hjarta lá; blóðið úr hans síðu mær frelsa, dýrd og sæla varð, fyrigeving fekk eg, ljósið ævigt sá. Dýri Frelsari! Við føtur tínar nú eg meg gevi upp meg allan eigi tú! Fyll tú arma hjarta mítt, lat tað vera tempul títt, veri halgað tað, á Jesus, tær til bú! Stone. ( Danielsen týddi). Ber fram ein halgan song til Harra vár og Kong, hans prís syng her, hans, sum nú ræður har, sum lov av einglum fær, við æru krýndur varð vár Gud hann er! Vanvirðing, spott hann bar, so beiskt tað steypið var, hann tømdi her; Guds einglaherur sá við undran á hann tá mín sál, lat prís hann fá, og tøkk fram ber! Hann heitan kærleik ber, vár songur armur er í støvinum; men í Guds Himli har ígjøgnum ævirnar hann betri lovsong fær í ljósinum. Men um bert veikt, so tó sum børn eitt takkarljóð vit bera tær; tín maktin, æran er, tú kongasprotan ber, har uppi eins og her alt prís tú fær. Ray Palmer (Amer.), ( Danielsen týddi). Djúpt í mínum hjarta tónar hetta lag: Jesus, hann er mín, Jesus, hann er mín! Dýrari enn áður er tað mær í dag: Jesus, hann er mín, hann er mín! Niðurlag: Syng, mín sál, hann hevur teg loyst, fyri teg hans blóð varð út oyst! Dýrari enn áður er tað mær í dag: Jesus, hann er mín, hann er mín! Dýrari er tað í dag: Hann er mín! Dýrt í dagsins hita sum á dimmu nátt: Jesus, hann er mín, Jesus, hann er mín! Dýrt, tá sálin bivar, falla vil í fátt: Jesus, hann er mín, hann er mín! Táið sorgir tyngja, hetta ugga kann: Jesus hann er mín, Jesus, hann er mín! Táið stuðlar víkja, hetta halda man: Jesus, hann er mín, hann er mín! So ein ljósan morgun skal eg sælur sjá: Jesus, hann er mín, Jesus, hann er mín! Glaður skal eg prísa Harra mínum tá; Jesus, hann er mín, hann er mín! Háberg, Takk, Gud, fyri tað, tú gevur, fyri tað, sum fór avstað, fyri tíð, sum verið hevur, fyri alt til henda dag, fyri myrkar heystardagar, fyri ljósa, lýggja vár, fyri stundir, góðar, glaðar, fyri stríð og sorg og tár! Fyri tað, tú víst mær hevur, fyri tað, eg skilji ei, fyri, tá tú hoyrir, gevur, fyri, tá tú sigur nei, fyri hjálp á neyðardegi, fyri lívsins loyndarmál, fyri ljós á myrkum vegi, fyri frið í míni sál! Fyri himmal, djúpan, bláan, fyri hvørja myrka nátt, fyri sól og dagin gráan, fyri ilt og fyri gott, fyri stríð og royndartíðir, fyri vón, sum uppfylt varð, fyri dag, av myrkri stígur, fyri vón, sum brast hjá mær! Fyri rósur takk vit siga, fyri tornirnar hjá teim, fyri reistan himmalstiga, fyri trygt og ævigt heim, fyri storm og sker og boða, fyri himmalhopið sælt, fyri kærleiks klára loga takk í ævir fyri alt! Storm (Svør.), ( Danielsen týddi). Vit prísa tær, Harri, tí tú ert tann, sum doyði, men livir og valdar í Himlinum nú, og har hevur blóð títt ein bústað vunnið okkum; tín æran skal vera, vit lov tær fram bera og navn títt høgt gera alt prís eigur tú! Ja, títt er alt valdið og stórleiki, æra! Tí av tær og við tær og til tín alt er; hvør rík er tín náði, hvør stór ein ævig frelsa! Tín æran skal vera, vit lov tær fram bera og navn títt høgt gera ver prísaður her! ( Danielsen týddi). Tú tín kongastól býtti fyri fátækt ból, tá tú komst higar fyri meg; tí í Betlehem var einki rúm tá fyri tær, tó tey skuldu tilbiðið teg. Niðurlag: Eg tilbiði teg, Harri Jesus, og mín sál ber fram lovsong til tín, eg tilbiði teg, Harri Jesus, nú, tøkk mítt hjarta til tín fram ber! Høga einglalið sang um heiður og um frið, táið føddur á fold tú vart; men hvør fátæk var ikki legan her hjá tær, tú, sum heimin á hondum bart! Villi fuglur tó finnur náttarhvíld og ró, hvørt eitt djór hevur høli sítt; men Guds Sonur, tú eigur ei á jørð tað bú, har tú halla kanst høvur títt! Boð um lív og frið, dýrar gávur við bart tú niður til okkara; men bert hat og háð løntu menn tær aftur tá, ja, og krossin á Golgata! Emily Elliot (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tú, sum várt bikar hevur fylt, við náði okkum møtt, tær tøkk fram ber várt hjarta stilt, ja, fyri beiskt og søtt! Vit takka fyri turru leið og vøtn so still og fríð, tey tungu spor, vár fótur steig, og miskunn tíð um tíð. Vit takka fyri smíl frá tær, um við, um mót tað ber, og krúnuna, vit fáa har, og fyri krossin her. Takk fyri ljósa framtíð har, takk fyri tað, sum svann, takk fyri frið, tann frið frá tær, sum aldri missast kann! Jane Crewdson (Ongl.), (Jákup Olsen týddi). Á himmalska sæla! Tú, Jesus, ert mín; nú óttin er burtur, tí eg eri tín; í fullari vissu við sælastu troyst eg syngi um frelsu, tí sál mín er loyst! Niðurlag: Á, syng um hans kærleika, syng um hans kærleika, syng um hans kærleika, kærleika hans! Á himmalska sæla, á frelsandi blóð! Hvør søkkir mín sál seg nú djúpt í ta flóð! Hin streymurin reyði, hann tváaði meg, so reinur, á Gud, fyri tær standi eg! Á himmalska sæla, á gleði fullgóð! Hvørt sálarsár grøðir tað, Frelsarans blóð, hvørt sorgarfult hjarta hjá honum fær troyst, har hvíla í friðarleys bróst verður oyst. Á Jesus, tú krossfesti, æran er tín, at lívið og friðurin, náðin er mín! Úr deyðanum loystur, við lívi í pakt eg lovi tíns kærleika frelsandi makt. Bottome (Amer.), ( Danielsen týddi). Nú tíðin hon styttist, og skjótt verði eg, har Jesus, mín Frelsari, er. Eg síggi tey merki, sum hann fyri meg fekk, tá ið hann var niðri her. Ein undurfull náði, hann elskaði meg, á krossinum lív sítt hann gav. Mín Loysnari bleiv, tá hann ofraði seg. Ófatandi kærleikans hav. Mín Harri og Frelsari, kundi eg tó teg elskað, sum tú uppiber, tær takkað og minst til, at tað er títt blóð, sum halgan og reinan meg ger. Ja, kanska í dag eg teg síggja skal fá, hvør undurfull sjón verður tað. Við loystari tungu tær lovsyngja tá skal sálin hin æviga dag. Alfred Samuelsen, F-f. Eg eri ein gestur, men glaður eg ferðist mót málinum fram, um enn leiðin er trong; um ofta av tornunum fóturin særist, og gráturin mangan vil køva mín song, so tó, táið heimið eg minnist, hvør friður í hjartanum er! Eg veit, at mær bíðar ein krúna, sum prýða meg skal einaferð. Og um eg skal vanvirdur her niðri ganga, um heimurin vísir, hann kennir meg ei, hvat ger so tó tað, táið Jesus meg kennir og fylgir mær fram hesa torføru leið! Tann vinurin hjarta mítt eigur; við honum eg líða vil nú; hann fyri meg ofraði lívið, og tár míni telur hann jú. Sum rósu í Saron og lilju í dali, í tornum í heiminum Jesus meg sær; um mangan í trongd hann tó aldri meg gloymir, í neyðini trúgvur sum aldri hann var. Tann friðin hann gav mínum hjarta, sum heimurin onga tíð gav, og fyri hans rødd eins og forðum má tagna hitt brúsandi hav. So syngi eg tá bæði úti og heima ein song um mín vin og um heimlandið ljóst og frítt fari fram gjøgnum tíðirnar tungar við gleði og hvíld, sum hann gav í mítt bróst, til portrini har uppi opnast, og staðurin glitrar mær mót; og Jesus mær trúfastur fylgir og styðjar og varðar mín fót. ( Danielsen týddi). Á, um við túsund tungum eg enn kundi takkað tær, veik var hin rødd, sum, Frelsari, títt prís mót Himli bar! Á Harri, styrk meg sjálvur í at tala rætt um teg, títt navn kunngera mína tíð á øllum mínum veg! Jesus, tað navn, sum stillar frykt, tár turkar, linar sorg, sum hjartað skelvandi ger trygt, mítt lív, mítt ljós, mín borg! Tað brýtur hørðu syndabond, tað fangar fríar ger; í tí seg gleðir nú mín ond, tað navn mín friður er. Charles Wesley (Ongl.) ( Danielsen týddi). Mín Jesus, eg takki tær fyri títt stríð! Við Golgata krossin varð sál mín gjørd frí. Ja, nú kann eg syngja og vitna um teg; tí, Jesus, tú ofraði teg fyri meg! Mín Jesus, so signaðan stað eg ei sá sum niðri við krossin, tú hongdur vart á! Ja, Jesus, hitt staðið er dýrabart mær, og betur eg takki, tá eygað teg sær! Mín Jesus, tín koma í hondum nú er at taka til tín tey, tú elskaði her! Og heima hjá tær er ei grátur og sorg, har skulu vit gleðast í Himmalsins borg. Nicolina Frederiksen, f. Trondesen, Um Guds Lamb er vár lovsongur her, sum varð givin í syndara stað; tað er eina hans deyði, sum ger, at vit eiga frið nú í dag. Hann til syndoffur ætlaður varð, og í stríðinum eina hann stóð, hann á krossinun, straffina bar, vár skuld rindað varð við hans blóð. Nú er friðarpakt okkum tilsøgd og forlíkilsins tænasta gjørd, øll vár synd er á Gudslambið løgd, við alla hon burtur er førd. Aldri meiri Gud tilrokna vil ta synd, sum er rindað við blóð; allar ævir hitt offur slær til, bert eitt sinn í dómi hann stóð. Høgur, tilbiðin, Harri, ert tú! Vit títt navn vilja æra í dag; vit við lovsongi minnast teg nú, sum doyði í okkara stað. ( Danielsen týddi). Ella: Verdur, verdur, verdur prís og allan heiður, tú, Guds Sonur, verdur ert, tú eigur æruna! Vit tær fram nú bera tøkkina, tú eigur, fyri alt títt verk, tín stóra kærleika. Verdigt, verdigt, verdigt Lambið, sum er slaktað, verdigt er til lov og prís, tilbiðjan, heiður, makt! Her á fold var navn títt vanvirt, lítið aktað, nú er alt tær, á Harri, undirlagt! Verdur, verdur verdur tú, sum heimin skapti! Okkum aftur hevur keypt til Gud títt dýra blóð; tú sum offur doyði fyri tey fortaptu, til frelsu fyri okkum upp tú stóð. Eina tú ert verdur! Vit í støvið falla, kasta okkum niður her, á Harri, fyri tær! Tína samkomu tú skjótt nú savnar alla; Lambið er verdigt! øll vit syngja har. Reginald Heber (Ongl.), ( Danielsen týddi). Fav. II. Eitt navn er mær so dýrabart, sum tónaleikur ljómar kært, tí tá mítt hjarta óttast myrkrið svart, Jesus teskar frið. Tá tyngd er hjarta mínum á, og lívið vónleyst er at sjá, og undir sváru sorg eg signa má, Jesus teskar frið. Á, máttu hjørtu, særd og mødd, hoyrt Jesu troystarríku rødd, tí hvussu illa enn ein sál er stødd, Jesus teskar frið. Gev honum tína sál í hond, og lat hann grøða tína ond, og tá tú so skalt náa himmalstrond, Jesus teskar frið. Della McChain Warren. ( Zachariassen týddi). Nú, brøður, systrar, sigið honum takk, sum í tey djúpu vøtn í vár stað sakk! Lat okkum ofra honum nú alt várt, sum fyri okkum toldi spottið sárt! Takk, Jesus, fyri tað, tú hevur gjørt! Vit ern nú forlíkt við Gud hvør stórt! Samvitskan frí vár sál ei synd nú ber, tí tú, á Jesus, tú vár friður er! Og meðan her á fold vit ferðast nú, mál várt nú fyri Gudi talar tú; um vit, tíverri, mangan ganga vill, tú ert vár rættferð tí vár sál er still. Takk fyri staðið, Faðir tínum hjá! Har skjótt vit eru, tað vit líta á: Takk fyri alt, tú toldi, alt, tú leið, fyri tín kærleik, hann, vit fata ei! Kom so og heinta okkum, nær tú vil! Hvar enn vit eru, tær vit hoyra til. Vit bíða eftir tær, kom, kom tí skjótt! Eg komi brátt! tað er títt lyfti søtt. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Á sál mín, lova Harranum, og alt, sum í mær er, á, vakna, gev hans navni prís, og honum tøkk fram ber! Vælsigna navn hans, á mín sál, og gloym hans náði ei! Óuppiborna signing hann læt fylgja tíni leið! Hann alla tína synd tók burt, og tær hann góður var, og alla sjúku, sorg og neyð hann víkja læt frá tær. Frá grøv hann loysti lív títt út, tær vísti lívsins veg; hans kærleiki, hans náði eym og miskunn krýna teg. Sternhold. ( Danielsen týddi). Harri herskaranna, nær okkum trín, gleðinnar kelda, vit leita til tín, uttan teg eingin fann eydnu, sum vara man, Harri, tú eina gera kann vatnið til vín! Fyri títt andlit vit níga í dag, undrast á dýrdina, vit hava sæð, gripin frá fyrstu stund, vunnin í lívi, lund, Harri, innast av hjartans grund: Tøkk fyri tað! ?Heilagur, heilagur, heilagur er Harri herskaranna!? fagnaðin ber stóra serafalið hásætið høga við! Harri vit fyri fullan frið prísa tær her! Háberg, Vit prísa tær, Gud, syngja fagnaðarsong, til vár Frelsara stóra, vár Harra og Kong. Niðurlag: Halleluja, tín er æran, halleluja, amen, kom og vitja okkum, Frelsari, einaferð enn. Vit lova tær, Gud, fyri ljósið so bjart, sum av Golgata skein inn í myrkrið so svart. Vit tilbiðja teg, alla dýrd geva tær, tú Guds Lamb, sum á krossinum synd vára bar. Vit ákalla teg: Kom og við okkum verð, so hvør sál fær at kenna, hvør stórar tú er. Wm. Mackey. (Øssur Berghamar týddi). Tín miskunn, á Gud, er sum himinin há, tín trúfesti røkkur til skýggja, tín dýrd er um allan heimin at sjá, tín kærleikssól lýsir til býggja. Sum fastbygda fjallið er rættvísi tín, sum havdýpið ráð títt og dómar, tú bønirnar hoyrir, ið leita til tín, tín hátign og dýrd um oss ljómar. So víða, sum menniskjan byggir sær ból, tín náði og miskunn man vaka, tín vernd er trygg eins og veingjanna skjól, hjá tær okkum einki kann saka. Tú sálirnar frelsir, tú fagnar hvørt kind, hvørt kykt her á fold dregur anda, hjá tær er lívsins hin æviga lind, sum ljósborgir glitrandi randa. Ingemann (Danm.), ( Dahl týddi). Táið alt arbeið og stríð liðugt er, sálin við gleði til heimlandið fer síggja hin Harra, eg trúði á her, verður í ævirnar gleðin hjá mær. Niðurlag: Á, táið eg, síggja skal teg, síggja skal teg, síggja skal teg, tá eg av náði títt andlit skal sjá, tá skal eg gleðast, tá gleðast skal eg! Tá av ótaldari náði eg kann síggja hin bústað, so dýrt hann mær vann, bert har at vera og tilbiðja hann, verður í ævirnar gleðin hjá mær. Har eru vinir, sum fóru mær frá, sorgin og saknurin kennast ei tá, tó, eina Frelsarans ásjón at sjá verður í ævirnar gleðin hjá mær. Charles Gabriel (Amer.), ( Danielsen týddi). Út úr Himli hitt nýggja Jerúsalem brátt, eins og brúður trína skal. Einki hav er meir og eingin nátt, allar ævir tá alt verður væl. Gylta borg, uttan sorg, uttan neyð og deyð. Jørðin nýggj, gloymt hvørt skríggj, grøtt hvørt sár, turt hvørt tár. So sára leingist mær nú heim at njóta tína dýrd við teim, sum skild frá mær, men mitt í tær, Jerúsalem, nú njóta himmalskan gleim. Eins og fremmandafólk og sum ókunnumenn, uttan heimstað foldum á, vit sum pílagrímar ferðast enn, til vit nýggja Jerúsalem sjá. Lívsins stað, lívsins træ, lívsins á vit ná. Gøtan gull, gleðin full, alt er nýtt, heimstað mítt. Tín dýrd meg dregur nær til tín, tín dýrd er JESUS, sum til sín, skjótt hiðani, skal kalla meg, Jerúsalem, tú kennir heimlongsil mín. Zachariassen, f. Mær leingist til hitt blíða land, har Harrin Jesus er; har sundur støkk hvørt trælaband, sum bindur okkum her; har kennir eingin sakn og neyð, tí føðin har er lívsins breyð; vit syngja hátt um lívið tá og Guds alvísa ráð. Vit syngja tá um Lambið har, sum okkum loysti her við blóðinum, sum heilagt var tað Lambið Jesus er; hann tekur okkum tá í favn og sigur: Her er hvíldarhavn! Tí lukku, sum vit kenna tá, kann eingin siga frá. Og vinir finnast aftur har, sum skiltust her á fold; mong sorgarløta tung her var, tá vinur fór í mold; men lívsins vón vit eiga tó, tí Harrin Krist úr grøv upp stóð, og hvør tann sál, á Jesus trýr, skal koma, har hann býr. Óli Reinert, Táið hvør skuggi burtur er horvin, eygað hitt ljósa heimlandið sær, dýrasta sjónin, eg tá skal síggja, verður tú, Jesus, sum bjargaði mær! Niðurlag: Táið eg Jesus, Kongin, skal síggja, táið hans ásjón hvør frelstur har sær á, sum mítt hjarta honum skal prísa, fyri hin kærleik, ið bjargaði mær. Arman hann fann meg, tók meg inn at sær, segði mær, at hann elskaði meg, andaði frið í sálina særdu, deyðan, hann segði, eg leið fyri teg. Nú eg í trúgv við honum kann fara leiðir, har eygað ikki sær veg, til hann vil taka meg inn í heimið, bygt fyri syndarar, frelstar sum meg. Ella Parks. ( Danielsen týddi). Táið ferðin er endað, og eg leggi inn í havn, tá eg síggja skal hin ljósa, bjarta dag, eg skal kenna mín Frelsara, hann nevna skal mítt navn, biðja meg vælkomnan í hin gylta stað. Niðurlag: Eg skal kenna, eg skal kenna hann, tá loystur eg standi honum hjá; eg skal kenna, eg skal kenna hann, tá merkini djúpu eg skal sjá. Á hin navnleysa gleði, tá mítt eyga skoðar hann og hans milda smíl, sum lýsir móti mær! Á, sum eg tá skal takka, at hans blóð, hitt dýra, rann fyri mær at vinna staðið uppi har! Hini kæru har uppi, sum tey veittra móti mær á, so tung, so tung var skilnaðarstundin her! Nú tey syngja og biðja meg vælkomnan uppi har, har sum sorg og skríggj og pína ikki er. Gjøgnum portrið í staðnum hann í hvítum klæðum skal leiða meg, har eingin grátur hoyrast kann, har sum songurin ljóða skal frá tungum uttan tal men mær leingist fram um alt at síggja hann. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Signaða stund, táið ljóða skal hátt síðsta basúnin, og koma skal brátt Jesus, vár Harri, ja, tað verður gott honum at møta, á signaða stund! Niðurlag: Signaða stund, vónríka stund, signaða stund, vónríka stund! Ljóðar basúnin, hann kemur við skund, Jesus, vár Harri, á signaða stund! Signaða stund, táið skyggja skal bjørt morgunsins stjørna, um náttin er svørt! Vinir, vit eiga eitt hop, sum er stórt: Skjótt kemur Jesus, á signaða stund! Signaða stund, tá hann reisa skal tey øll, sum í trúnni á hann eru deyð, sum undan okkum, tá Harrin tað beyð, heim eru farin, á signaða stund! Signaða stund, táið savna hann skal øll, ið hann eigur, ein flokk uttan tal, til sín í luftini! Kunnu vit væl gleðast nóg nógv til ta signaðu stund! Signaða stund! Her vit troyst kunnu fá: Altíð at vera har Jesusi hjá, andlit til andlit hann sjálvan at sjá amen, kom skjótt, kom, tú signaða stund! Victor Danielsen, Skuggar leingjast, dagur líður, langt á mál nú ikki er; linkar brátt nú streymur stríður, sólin skjótt til viða fer. Tá úr myrkrinum tí tætta stígur ljósið ævigt hátt; dimmi deyðans tá skal lætta, aldri aftur verður nátt. Dýra, fagra morgunlandið sálin tá við gleði sær, slitnar tá hitt síðsta bandið, eingin kleppur verður har. Sáligt verður tað at skoða staðin har við lívsins á, torn og tøk í ljósi loga, songur ljómar skarum frá. Og ein kemur mær ímóti, eins og sólin skínur hann, sár í hond og sár í fóti: Jesus sum so dýrt meg vann. Sálig vera vil tann stundin, størri enn eg skilji nú; men mær leingist til tann fundin, ævigt har at festa bú! Lat so skuggarnar bert leingjast, lat bert dagin líða her, lat meg bert í mótgongd treingjast bert eitt lítið bil tað er. So er eingin skuggi longur, aldri dagur aftna skal heima har, sum hann er kongur, sálin livir ævigt væl! Ør ( Danielssen týddi). Ør. Háberg, Bk. Á brøður, komið í Jesu navn! Vit segl nú seta og akker hiva, og kós vit seta til Himmalhavn, mangt dýrt um hana er sagt og skrivað. Og Jesus sigur, hann er vár friður, hann er vár friður og okkum biður seg líta á, seg líta á. Minst til, við okkum Gud Harrin er! Og betri maður ei tekur róðrið; hann storm og bylgjur í hondum ber, hann hevur víst, at hann er hin stóri; hann vegin greiðir, hann æru eigur, hann æru eigur, sum okkum leiðir, til Himmalin, til Himmalin. Farvæl vit heiminum hava sagt og øllum, hann hevur innan borða; men, brøður, biðið og haldið vakt, at einki okkara ferð skal forða! Tá mest um geldur, Guds lyfti heldur, Guds lyfti heldur, um royndareldur enn logar hátt, enn logar hátt. Kann henda, ferðin gerst tung og long, kann henda við, at hon skjótt er endað; men, bróðir, tonk um hin gleðisong, sum hoyrast skal, tá vit heima lenda! Tá opnast fongsil, tá svinnur trongsil, tá svinnur trongsil, tá endar longsil í Himlinum, í Himlinum. Marius Absalonsen, f. Út úr teim skuggum, sum her niðri tyngja, inn í hin æviga, sólljósa stað Jesus í kærleika eymt okkum kallar heim, har Guds børn verða savnað ein dag. Niðurlag: Friðfult og stilt okkum einglarnir bera inn í tær skínandi hallirnar har, har allar ævir frá stríði vit hvíla, goymd, á vár Frelsari, heima hjá tær! Út úr teim troyttandi, tyngjandi skuggum, deyðans og sorganna køvandi nátt, inn í ta ævigu, óbrotnu hvílu, inn, har ei synd er, men eina alt gott. Út, út úr skuggunum, inn, inn í ljósið, friðin og gleðina, Harranum hjá! Fyri hans ásjón vit frelst skulu standa, æviga løn av hans hondum har fá. Ira Sankey (Amer.), ( Danielsen týddi). Deginum eg bíði eftir, skínandi og signaðum, táið henda sorgarnáttin svinnur fyri ljósinum, táið eg skal Harran síggja, langt frá tárum, synd og sorg, allar ævir hann tilbiðja har í lívsins ljósu borg. Ljósinum eg bíði eftir tó í trúgv eg síggi tað av tí bjørtu morgunstjørnu, sum skal skyggja klárt ein dag; gjøgnum gráu dimmalætting síggi eg tað stíga hátt, ljósið, sum skal reka burtur hesa tungu, døpru nátt. Harranum eg bíði eftir, sum læt lívið fyri meg, og sum lovar: Eg skal koma heim til mín at taka teg. Fótspor hans eg nærum hoyri, skjótt, á, skjótt hann koma má, og mær leingist, ja, mær leingist honum brátt at búgva hjá. Samuel Trevor Francis (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ein lítil stund, og stríðið er at enda, ein lítil stund, og stormur tagnar brátt! Um eina lítla stund mín sál skal lenda, har ei er ódn og vetur, kuldi, nátt. Ein lítil stund, og friðurin skal flóta, har syndabylgjur aldri meiri bróta. Ja, eina stund mítt hjarta enn má bløða, sum mangan tað í sorgum hevur bløtt; men trúgvin kann, ið hvat meg so skal møða, tó síggja dagin, hann, sum kemur skjótt; nú svinnur náttin, brátt í eystri dagnar, og Jesus kemur stormur, grátur tagnar. Ein stund, og troytti ferðamaður rennur til hvíldarstaðin inn í Harrans favn! Í læ av honum ongan storm hann kennir, men hvíld og gleði í tí tryggu havn. Ein lítil stund, og allir skuggar flýggja, og lívsins klára dag mín sál skal síggja. Og tá hvat er alt stríð á jørð, øll møði! Við trónuna eg gloymi alla sorg; skal her mítt hjarta kenna onga frøi, tað umskift verður har í ljóssins borg, har Harrin sjálvur skal sum sólin skína, og eingin grátur er, og eingin pína. Wester-Eriksson (Svør.), (Jákup Olsen týddi). Á heimland, á heimland! Ei einslig hjørtu har, ei ótti og ei angist, ei grátur er í tær; sum lítla barnið grætur at vera móður hjá, so leingist mínum hjarta, á heimland, teg at sjá! Á heimland, á heimland! Har hvíld eg finna skal, har suffið tunga tagnar, har hoyrist ei farvæl; nei, ljóð av kendum røddum og lovsong heilagan eg hoyri søtt at fylla hin staðin signaðan. Á heimland, á heimland! So tunt hitt tjaldið er, títt ljósa summar skilir frá hesi køldu verð. Hvør stuttur andadráttur, hvørt einstakt hjartaslag mær føra kann í eygsjón tín glans, tín bjarta dag. Á heimland, á heimland! Við portrið stendur hann, hin fagrasti av øllum, hann, sum mær lívið vann, at føra sína brúður inn í sín ljósa stað, og í hans kærleiksfavni mín sál skal hvíla glað. Lucy Meyer. ( Danielsen týddi). Anjou's orgulskúli Mær leingist at síggja staðin, sum ævigt grundaður er, mær leingist at síggja dagin, sum ei mót náttini ber; men, Harri, enn meir mær leingist at síggja andlit títt, av tráan mítt hjarta treingist, at alt skal verða nýtt! Eg veit væl, staðurin stendur, tó fjaldur enn fyri mær, mín sál mót honum sær vendir, tó eygað enn ei hann sær; men tá tað, sum nú eg trúgvi, eg skal við undran sjá, tá eg í tí staðnum búgvi hvør mangan betri tá! Eg veit væl, lívssólin lýsir, um døkt og dimt er her, tann trúgv mær leiðina vísir á hesi troyttandi ferð; men tó hvør munur at ganga í ljósu himmalsku borg hin æviga dagin langa, ei kenna sakn, ei sorg! Eg veit tað, Gud, eg skal liva í ævir eins og tú, um enn eg ofta má biva í deyðans landi nú; men, á, tú kennir tað, Harri, hvør djúp mín tráan er at kenna og vita teg nærri, enn hjartað dugir her! Tó kanska ein tungan tíma, tá sorgin nívir mítt sinn, tá dagur á fold man skýma, og tár mær renna á kinn eitt ljós skal á himli skyggja, basúnin siga mær og mongum, sum tráliga hyggja, at nú er Jesus nær! Victor Danielsen, Eg veit ikki tíð ella tíma, nær Harrin vil tala til mín, ei, um hann á nátt ella degi vil taka sítt barn heim til sín. Niðurlag: Men eg veit, honum líkur eg verði, mær leingist, á, var tað í dag! Eg veit, tá skal Lambið eg skoða, sum ofraði seg í mín stað. Eg veit ei, hvat hann hevur til mín, hvør dýrd verður Jesusi hjá, ei, nær eg har heima skal lenda, hans fullkomna kærleika ná. Kann henda, á sólheitum degi hann tekur meg arbeiðnum frá; kann henda, hans elskaða rødd meg á midnáttarstund kallar á. Eg veit ikki á, men eg bíði, ei ljós mítt má missa sítt skin, um eg so skal hoyra á morgni, á nátt ella degi mín vin! Fanny Crosby (Amer.) (Sigurd Berghamar týddi). Á fagra land, har Harrans vinir tráa, sum ganga her í trongd og sorgum nú! Á land, ið tey útvaldu skulu náa, sum standa klædd í Kristi rættferðskrúð! Á fagra land, har sorg og neyð ei sára, har trongda hjarta frítt og lætt skal slá! Á fagra land, har freistingar ei dára, á land, sum deyði, synd og stríð ei ná! Á fagra land, har lívsins Kongur gevur ein krans til hann, sum trúfast stríddi her! Á fagra land, har ljósið valdið hevur, á land, á land, várt endamál tú er! Á fagra land, har hann vit skulu skoða, sum doyði eitt sinn her á krossins træ! Á land, har vit í kærleiks fulla loga tilbiðja hann hin endaleysa dag! ( Danielsen týddi). Fav. VII. Tá hann í tign og dýrdarljóma kemur, tekur sítt fólk úr heimsins sorgarvrá, gævi hans koma gleðistrong mín nemur. Hvítskrýddur fylgist eg við honum tá! Tá eg í hallum Himmalsins skal skoða fyri Guds ásjón frelstar skarar stá, heiløg og myrd í Lambsins sigursroða, hvítskrýdd tey ganga Harra sínum hjá! Tá hann úr jarðaríkis ytsta horni blóðkeypta sigursflokk sín savna skal, í honum verd, á hesum gylta morgni, hvítskrýdd vit tá við lið hans ganga sæl! Almeda Pearce. ( Zachariassen týddi). Heima, heima, har er hvíldin, táið stríð er liðugt her, heima, heima har hjá Gudi søt og ævig gleði er! Ferðist fram tí glaðir, brøður! Lyftisorðið svíkur ei, og vit stríða ikki heldur fyri óvist mál, á nei! Málið liggur frammanfyri, leiðin er ei heldur long, tó hon mangan dag ber oman og er einslig, myrk og trong; Jesus hevur vunnið sigur troystin dýr er okkum tað! Tí í honum, bert í honum sigurin er okkara. Virkið tí, tit troyttu hendur, knø, sum ristast, verðið sterk! Burtur vantrúgv, burtur ivi, alt, sum oyðir Harrans verk! Stutt er tíðin, sigur Orðið, enn á hesum myrka stað, tó várt arma, veika hjarta mangan, mangan gloymir tað. Troyttist ikki, latið okkum, meðan enn vit hava tíð, gera Harrans verk við gleði, um enn gjøgnum mikið stríð! Eftir møði kemur hvíla og ein stór og ævig løn; ikki er várt verk til einkis, Harrin hoyrir vára bøn. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Hvør sæl tó mangan er hin hugsan fyri mær: Mær heimið nærri er í dag, enn nakra tíð tað var! Niðurlag: Heiminum nærri, nærri í dag, heiminum nærri í dag, í dag, enn nakra tíð eg var! Ja, nærri nú tí stund, tá eg skal síggja hann, tá eingin sorg og eingin trongd hans brúður tyngja kann! Ja, nærri favni hans, sum opnast móti mær! Tá allar byrðar falla av ei stríð, ei neyð er har! Ja, nærri nú enn fyrr tí ljósu Himmalborg, har lov og prís ei enda fær, og burtur er øll sorg! Phoebe Cary (Amer.), ( Danielsen týddi). Allar staðir, har eg fari, ert tú nær, á Harri kæri, hvar mín fótur flytur seg, heim mær leingist, Frelsari! Burt frá sorgum, heim til frøi, heim til hvíldar, burt frá møði! Ferðarbúgvin eri eg, táið tú vilt kalla meg. Tá er eingin sorg, ei neyðin, tá er eingin synd, ei deyðin; hjartansglaður verði eg, tá eg síggi, Jesus, teg! Tá skal tunga mín og hjarta har í tínum ljósi bjarta lova mínum Frelsara, syngja hátt halleluja. Ahasverus Fritch (Týskl.), ( Danielsen týddi). Eg hoyrdi einglasong dynja: Halleluja! Eitt veldigt himmalskt kór tað var. Eg hoyrdi einglasong: Prísið Jesu navni! Himmalkórið sang uppi har. Niðurlag: Eg hoyrdi túsund lúðrar blása til hans æru, søguna kæru um Guds Lamb, sum dripið varð. Eg hoyrdi milliónir prísa Jesu navni. Himmalkórið sang uppi har. Eg hoyrdi dýran song ljóma út úr Himli, eitt fagurt, óhoyrt tónalag. Eg hoyrdi hvøllan song, spæl og einglarøddir, sál mín rivin við varð og glað. Eg fall á knæ og bað, tá tey høvdu sungið, tey róptu: Amen! øll í senn. Eg fall á knæ og bað: Gævi eg í Himli kórið hoyri einaferð enn! Ray Overholt. ( Zachariassen týddi). of Sum mínir trúarfedrar eg eri gestur her, mítt heim er ei á foldum, tað yvir skýnum er; og í míns Faðirs ríki í dýrd og ljóma har mín Frelsari og Harri ein bústað byggir mær. Niðurlag. Heim, heim, mítt ljósa heim! Nei, einki stað á foldum er søtt sum tú, mítt heim! Og uppi har er Jesus, mín kæri Frelsari, sum tolin fór til krossin við byrði mínari. Var eingin sorg á foldum, men gleði bert og gleim', tó longdist mínum hjarta til Gud og Lambið heim. Var jørðin full av blómum, skein sólin nátt og dag, var lívið alt ein songur, eitt spæl, eitt gleðilag, um hjartanskærir vinir hvønn tíma gleddu meg, eg tráaði, mær longdist, á heim, at síggja teg! Og skjótt, so sigur orðið, mín sál skal náa teg, tí Jesus verður skjótur til sín at taka meg; tá skal eg sælur skoða tað, her í trúgv eg sá, og til hans prís og æru ta gyltu hørpu slá. Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Eg veit eitt land, sum fagurt er í Himli hátt, har vetur ikki er sum her og eingin nátt; og lívsins á har rennur fríð sum krystal klár, ei sorgin er tí landi í, og eingi tár. Niðurlag: Mær leingist til landið har uppi. Og táið slætt er lívsins hav, og blikalogn, mong gáva góð, sum Harrin gav, fall mær í ogn, tá alt er sól og summar her, tá minnist eg: Í landinum har uppi er tó fagrari. Men táið stormur ýlir vilt, og bylgjan blá á havinum, sum fyrr var stilt, seg reisir há, og neyð og vandi hótta meg á trongu leið, eg minnast vil: Her havi eg mín bústað ei. Mítt føðiland er ei á fold, men uppi har, tí fremmand jørð er heimsins mold nú vorðin mær; men meðan enn eg ferðast skal í útlegd her, mær gevur Gud, tað veit eg væl, hvat neyðugt er. Ei sæst mítt dýra føðiland sum heimsins lond; men tó er knýtt so fast eitt band av Harrans hond ímillum henda ljósa stað og hjarta mítt, og fyrst tá har eg komi, tað kann sláa frítt. Mín Gud, tann bøn og ynskur mær í hjarta er, at æra teg og fylgja tær á míni ferð, til Hann skal skyggja bjart um fjøll, hin lívsins sól, og savna síni egnu øll umkring sín stól! Victor Danielsen, Eitt er landið, so ljóst og so gott, sum í trúnni vár andi kann sjá, har Gud savna skal børn síni brátt, har hann sjálvur skal búgva teim hjá. Niðurlag: Lívsins nátt svinnur brátt, og í Himlinum alt verður gott. Hann skal turka av eyga hvørt tár, har ei deyðin skal valda sum her; hann skal grøða hvørt svíðandi sár, eingin sorg, eingin pína har er. Ja, um portrið av perlum vit tá ganga inn, har sum gøtan er gull; og frá Jesusi klæði vit fá, hvít sum kava og hvítastu ull. Og nú siga vit Jesusi takk fyri heimið, hann gav okkum har, fyri drykkin hin beiska, hann drakk, fyri krossin hin tunga, hann bar. Tá várt eyga hann einaferð sær, tá vit náa hin himmalska stað, eina Jesusi prísa vit har tí vit gera hitt sama í dag. Victor Danielsen, St. Sál mín í trúnni kann síggja landið, har deyðin ei er, staðin Jerúsalem nýggja, har ei er sorg so sum her, staðin, har lívskeldan flýtur, har ei er myrkur og nátt her mong ein bylgjan enn brýtur, har uppi tagna tær brátt. Niðurlag: Skjótt skal hin morgun upp renna, grøtt verður har hvørt eitt sár, deyðan har eingin skal kenna, av turkað verður hvørt tár. Deyðin hin myrki er vunnin, dómur er eingin nú her, leiðin til lívið er funnin, Himmalin upp latin er; legg teg við byrðini tíni tryggur í Frelsarans arm! Eingin sum hann veit av pínu, eingin sum hann kennir harm. Freistingar mangar tær møta, heimurin fatar teg ei; einslig og trong var hin gøta, Meistarin undan tær steig. Tolin tak við tínum krossi! Sannleiki sigrar til síðst; merk við Guds kærleika plássið, hann tær á fold hevur víst! Thomas Ball Barratt (Noreg), ( Danielsen týddi). Tað er eitt, sum gevur megi, táið lívið tykist tregið, sum í sorgum skapir gleði, tað er henda vón: Niðurlag: Á, sæla vón, Jesus kemur brátt, á middegi, nón, ella mitt á nátt. Á, dýra vón, eg skal Jesus sjá, á, signaða vón, honum vera hjá. Lat tað kennast, har eg eri, lat tað merkja alt, eg geri, at í huganum eg beri hesa dýru vón. Tá so tíðin her er svunnin, fagur sigurskransur vunnin, tá av sonnum er upprunnin henda sæla vón: Zachariassen, f. a. Eitt heim, eitt Himmalheim er mítt, til tað mín tráan er; á foldum ei er heim mítt, nei, upp har mín leið nú ber; mítt hjarta hekk við jørðina, men fekk eitt hægri mál, har fyrr eg sat í vinarlag; nú fremmand er mín sál. Eitt heim, eitt faðirheim er mítt, mín ætt er haðani, har Faðir mín brátt heim til sín skal savna børnini; Guds ætt, Guds barn jú Ádam var, men tá hann fall, hygg, tá Guds Sonur dómin bar á sær, at lív vit kundu sjá. Eitt heim, eitt ævigt heim er mítt, eg veit, hans orð er satt, hann læt sítt blóð, hann deyðan sló, hann gav mær barnarætt; og nú hann kemur aftur brátt og fólk sítt hagar ber, har eingin sorg og eingin nátt og eingin deyði er. Carl Olof Rosenius (Sv.), ( Danielsen týddi). Jerúsalem, tú gylti, tú staður signaði, um teg, um teg at hugsa við tráan fyllir meg! Eg veit ei, á, eg veit ei, hvør gleði bíðar har, hvør dýrd, hvat ljós, hvør sæla, hvør hvíla er í tær! Úr Zions føgru høllum eg hoyri tóna song, eg síggi ljósar einglar og Harrans vitni mong; har stendur Dávids tróna, tey frelstu kann eg sjá í dýrd og sigursfrøi tær gyltu hørpur slá. Og tann, sum stóð í trúnni og vann í stríðnum her, har uppi allar ævir við heiður kransin ber. Á land, sum sær ei sorgir og kennir einki stríð, á sæli hvíldarstaður, á langa gleðitíð! Á heim hjá Guds útvaldu, hvør signað, søtt ert tú! Á heim, sum sálir tráa og suffa eftir nú! So kom tá, Harri Jesus, og savna okkum har, tú, sum í ævir valdar, sum verður, ert og var! Bernard úr Morlaix, f. ( Danielsen týddi). Fjal ikki andlit títt fyri mær, Harri, troysta meg, signa meg, kom tú mær nærri! Á tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari, kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Enn eg í heiminum freistaður verði, her eg ein gestur og fremmandur eri; á tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari, kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Tráandi eyga mítt hagar sær vendir, har sum hin ævigi staðurin stendur; á tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari, kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Meðan tú bíðar, tú hjarta mítt varði, so eg í gleði og sorgum teg æri! Á tú, mín dýri, mín trúfasti Frelsari, kemur tú ei skjótt? Kemur tú ei skjótt? Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Í lívsins ódn sum dúvan rædd mín sál er fremmand her; hvør fegin fleyg hon hagar burt, har heimland hennar er! Mín sál er loyst frá heiminum av Jesu sterku hond; sum honum mær eitt fremmant stað nú eru heimsins lond. Hann tornakrýndur, sligin steig á deyðans myrka veg, í sterkum guddómskærleika til lívið vann hann meg. Tí leingist mínum hjarta, at hin stund skal verða nær, tá hann skal senda mær tey boð: Kom upp og búgv hjá mær! Tí trongt og langligt mangan er á hesum myrka stað í neyð og freisting, synd og sorg og vanda mangan dag. Tí leingist barni tínum, Gud, at búgva hjá tær har, tí leingist mær, á Frelsari, at savnast har við tær! Tær líkur har eg verða skal og, sum tú ert, teg sjá og syngja tær ein takkarsong og vera fríur tá. Kom skjótt nú, Jesus, tak títt fólk upp, har tú sjálvur er, hitt fólk, sum tráar eftir tær í trongd og útlegd her! ( Danielsen týddi). St. Bert ein stutt, lítil stund, og eg fari, eins og dúvan til búrið hjá sær; bert ein stutt, lítil stund og eg eigi ta krúnu, sum Gud goymir mær! Niðurlag: Mín sál, hon væntar Harran Jesus, eins og vaktarmaður vónar morgunin; tíðarteknið sýnir greitt, at Jesus kemur, eins og eysturroði boðar morgunin. Eina stutta stund enn varir stríðið, men ein hvíld er í Himli til mín; eina stutta stund enn má eg bíða, so tekur Gud meg upp til sín. Eina stutta stund tárini renna, so Gud turkar tey kinnini av; enn ein stutt, lítil stund, og eg stígi inn í Himmalsins heim, hann mær gav. Skjótt hin seinasti lúður skal ljóða, Jesus aftur í luftini sæst; standið vakin, Guds børn, til ta løtu, tá hann heinta skal síni við hast! Svenskur. ( Háberg týddi). Rann aldri grátur kinnum á, var rósan tornafrí, hvør lætt, hvør lætt vit gloymdu tá várt heim Guds ríki í! Niðurlag: Heim, signaða heim, várt signaða himmalheim, hitt heim, okkum Jesus til reiðar ger nú, várt signaða himmalheim! Men Gud so vísur skonkti í várt bikar lyst og neyð; so minnast vit, um stutta tíð er gloymt alt, verðin beyð. Várt heim! Hvør stórt at minnast tað í sorg og sakni her, at í tí fagra Himmalstað, har sorgin nevnd ei er! Á, sælur verður dagurin, tá sál mín loyvi fær um Salems portur trína inn á ljósi morgun har! ( Danielsen týddi). Ein staður er, dýrur og fagur, har deyðskuggin koma ei kann; av Gudi er bygdur hin staður, av gulli og krystal er hann. Niðurlag: Mær leingist, á, var eg tó har! Mær leingist, á, var eg tó har! Ja, sat eg í gleði har uppi í dag mær leingist, á, var eg tó har! Ei ljós og ei lampa har lýsir, og tó aldri myrkur har var, ei sól og ei máni har rísur, Gud Harrin er ljós uppi har. Nær skal eg mín Frelsara skoða og syngja hin himmalska song, nær fullkomin kærleiki loga, nær enda mín royndartíð long? So kom, Harri Jesus, at fría meg úr hesum sorganna stað, gev tol mær og trúgv til at bíða, til tú vilt meg heinta ein dag! ( Danielsen týddi). Lønin veittrar, sum eg skundi mær avstað, krúnuna eg beri uppi har ein dag; eg í hvítum klæðum skal við sálum glaðum syngja ævigt songin til Jesu prís. Niðurlag: Mót ljóssins stað vit stevna glað, og inn um portrið stíga vit skjótt ein dag. Myrkrið svinnur, sum eg skundi mær avstað, ævigt ljós mær bíðar, skjótt eg síggi tað; meir enn sólin skínur, ljóma Himlar tínir, Harri, og mín tráan er hagar heim! Ljósið dregur, sum eg skundi mær avstað hann at hitta, sum í trúgv eg havi sæð; Jesus har mær møtir, og eg við hans føtur skal tilbiðja, syngja hans heiður tá. Austin Miles, ( Danielsen týddi). Eg vil syngja ein song um hitt signaða land, um hin ljósa og skínandi stað, har ei nakra tíð stormur skal ýla um strand, um hitt land, sum ei sorg hevur sæð. Hetta landið eg ofta í andanum sá og tann ljóma, sum skyggir um tað, og tað mangan mær var, sum ein toka bert lá millum meg og hin glitrandi stað. Hetta sálanna heim er til tín og til mín, vár æviga hvíld bíðar har; Jesus stendur har uppi og veittrar til sín tann, sum fremmandur her niðri var. Á tú lívsæla land! Aldri rennur eitt tár, aldri hoyrist ein gremja í tær! Og við songi á munni í endaleys ár skulu Harran vit tilbiðja har. Ellen Gates (Amer.), ( Danielsen týddi). G -d. Mín hvíld er í Himli, mín hvíld er ei her; hví skal eg tá stúra, um andróður er! Um deyðin enn hóttir, hvat ger tað so, sál! Tað styttir bert ferðina, ber teg á mál. Her er eingin staður, mær veita kann trygd, her er ikki heimið, har vón mín er bygd; mær leingist, har Jesus nú reiðir mær stað, mót landinum, sum ikki synd hevur sæð. Her stormarnir ýla, og bylgjan er há, og myrkur og toka er leiðini á; eg trygt tó kann hvíla við Jesusar bróst, og skjótt er mítt skip, har sum alt verður ljóst. Er møði og vandi á ferðini her, tá hvílan har uppi bert søtari er, um sorg ella gleði hvør mikið tað galt har heima at vera, tað bøtir mær alt. Við Jesus í hjarta, hans orð mær í hond, eg ferðist við skund gjøgnum fíggindans lond; um gøtan er ósløtt, hon er tó ei long so ferðist eg heiminum móti við song. Henry Lyte (Skotl.), (Jákup Olsen týddi). Ein løta enn, so eru vit, har synd ei vera skal; ein løta enn, og songurin skal fylla Himmalsal. Niðurlag: Ein løta enn, so skulu vit har Harrans ásjón sjá og prísa fríu náði hans í ævir honum hjá. Ein løta enn, so møta vit blóðkeypta flokkinum; ein løta enn, og heima vit tá prísa Lambinum. Ein løta enn, og hjartans glað á lívsins ljósu strond tey, sum her skiltust okkum frá, vit taka hond í hond. Ein løta enn, so hoyra vit hans rødd, sum okkum vann, í ævir verða honum lík og har tilbiðja hann. George Paulin. ( Danielsen týddi). a. Vit eru bert fremmand og gestir, sum ferðast til Himmalsins lond, og har er vár bústaður festur, vit leiðast av Jesusar hond. Vil verðin ei av okkum vita, er hurðin enn stongd okkum her, skjótt skulu í gleði vit sita hjá Gudi, har heimið várt er. Ei veri tú bangið, mítt hjarta! Tín gleði, tín hvíld er ei her; í æviga ljósinum bjarta ein heimstaður reistur tær er. Har skulu vit endurloyst syngja Guds rættvísiskrúð latin í, har skal eingin sorg okkum tyngja, har sálin úr bondum er frí. Men Jesus, hann trygt okkum leiðir, ímeðan vit fold eru á; í ævigum ljóma og heiður hans trónu skjótt sita vit hjá. Á, hjálp okkum trútt tær at fylgja, hvønn veg, ið tú føra vilt her, um enn tað er sorganna bylgja, sum heim til tín sjálvs okkum ber! ( Danielsen týddi). b. Harri, hvør stór hin hugsan er: Ei vil tað leingi nú vara, fyrrenn øll tey, tú eigur her, til tín í skýggini fara! Aftur tú kemur við ein hast; tann, sum við heimin hongur fast, verður tá eftir til dómin. Samfelag sæla, stóra troyst, tá hinir frelstu herskarar, hvør frígjørd sál, úr bondum loyst, fagnandi kallinum svarar! Hvør mugu øll Guds børn ei nú leingjast, á Harri Krist, at tú síggjast skalt aftur í skýnum! Á, hvør ein dagur verður tað, táið basúnin skal ljóða, og vit hans ásjón síggja glað styrki tað sálina móða! Á, hvørt eitt møti! Hann at sjá, sum her vit elska, trúgva á! Eingin ta gleði kann mála. Síðani tekur hann tey øll, øll, sum hans frelsu her kendu, heim í ta ljósu gleðihøll, har er á sorgini endi. Fari tá, verðin, gleði tín! Himmalska vón fann andi mín, lyft er mín sál yvir støvið. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). a. G -d. Jerúsalem, Guds nýggja stað vit skjótt nú síggja fró og hoyra heiløg syngja glað sum havsins sterka ljóð. Niðurlag: Um Lambsins blóð teirra songur er, um Lambsins blóð syngja vit nú her; hann vann eina brúður við blóðinum úr øllum fólkunum. Har sálin glað hin langa dag skal syngja um Lambið, sum dripið varð, hann prís og heiður fær. Til hvønn, sum eina stutta tíð vil tæna Gudi her og stríða trúnnar góða stríð, ein hvíla goymd har er. Hin nýggja song vit syngja har, sum her vit elska so, um Jesus Krist, sum okkum bar tey søtu frelsuboð. Skjótt songurin skal enda fá á heimsins syndaleið; men Guds børn, tey fyrst byrja tá teir tónar doyggja ei. ( Danielsen týddi). Tíðin, hon rennur, og dagarnir styttast, inntil eg Frelsarans ásjón skal sjá, inntil eg skal upp av foldini lyftast, altíð eg búgva skal Jesusi hjá. Tá eg so standi á heimlandsins strondum, fríðari lovsong mín Frelsari fær, og eg í síðu hans, fótum og hondum síggi tey sár, ið hann fyri meg bar. Har skal eg fagnast av vælkendum vinum; við teirra grøv eg í støvinum græt; aldri vit skiljast í staðinum hinum, gleðin har ongantíð heldur uppat. Allur hin frelsti, hin hvítskrýddi skarin syngja í ævir skal lovsong til hann, sum fyri okkum í deyðan er farin, men sum tó sigur av deyðanum vann. Evald Fuglø, Ella: Sorgarstundir renna, alt fær enda her; skjótt eg hvíld skal kenna, har sum Jesus er. Á, so skjótt hon svinnur, henda royndartíð! Skjótt mítt hjarta finnur gleði eftir stríð. Tá er alt tað svunnið, sum her tyngdi meg, stutta skeiðið runnið, málið nái eg. Sára heim mær leingist til ta friðarstrond; her mítt hjarta treingist, her meg tyngja bond. Fyrst við Jesu síðu verður sál mín glað; styrk meg gjøgnum stríðið heim har í tín stað! ( Danielsen týddi). Um hitt stóra hav vit sigla, skjótt mót heiminum tað ber; ljósini langt burtur hómast, brátt at enda er vár ferð. Niðurlag: Lat so storm og bylgjur brúsa! Skjótt vit eru trygt í havn; Jesus skipinum vil stýra halt so fram í Harrans navn! Túsund, túsund fóru yvir til tær gyltu strendur har; men hvør mong, ið hagar søktu, ein og hvør vælkomin var. Seglið upp, og glaðir framá! Stýrið fram til landið ljóst! Jesus móti okkum tekur, skjótt vit hvíla við hans bróst. Táið vit so akker kasta sigld hin vandamikla ferð syngja vit har sigurssongin, syndin, sorgin gloymd har er. Dunbar (Amer.). ( Danielsen týddi). Hittast vit, har flóðin flýtur frá Guds trónu undurfull og við krystalbylgjum brýtur millum jaspis og reina gull? Niðurlag: Ja, við flóðina vit hittast, við flóðina ta undurfullu hittast, har við teim heiløgu vit hittast og einglum fyri trónu Guds! Har á strondini vit ganga flóðin rennur silvurklár prísa Gudi dagin langa øll tey endaleysu ár. Áðrenn flóðina vit náa, falla allar byrðar av; hvíta klædningin vit fáa og hin arv, okkum Jesus gav. Har sum Harrans ásjón skínur meir enn flóðin krystalskær, heiløg, sum ei syndin pínir, syngja sigurssongin har. Skjótt hjá flóðini vit vera, ferðin skjótt at enda er; har vit Gudi lovsong bera, sum vit aldri dugdu her. Robert Lowry (Amer.), ( Danielsen týddi). Hvørji eru tey, sum frí og frelst vit sjá syngjandi standa Harrans trónu hjá, glað tær gyltu hørpur slá, tváað í blóðinum? Niðurlag: Frelst fór sálin heim í hin fagra, ljósa stað, tváað í Lambsins dýra blóði; har hon glað skal búgva hin endaleysa dag, tváað í blóðinum. Tað eru tey, sum her í ungdómstíð lærdu at hvíla Jesu favni í, stríddu her hitt góða stríð, tváað í blóðinum. Tað eru tey, sum her í sorg og neyð søktu ta hjálp, sum Jesus teimum beyð; sannleiksvegir gingu tey, tváað í blóðinum. Tað eru tey, sum liðu fyri hann, sum teimum lív við krossins deyða vann; nú tey einki saka kann, tváað í blóðinum. Glað nú tey ganga har við lívsins flóð, krúnur tey bera, klæði hvít sum snjó; har er friður, hvíla góð tváað í blóðinum. Tullius O'Kane (Amer.), f. ( Danielsen týddi). Á tí seinasta degi hjá Guds fólki her, tá í skýggjum várt eyga Jesus sær. Her sum fremmand at enda, vit náa várt heim. Prísa Gudi, tá eru vit øll har. Niðurlag: Verða har, verða har, vit verða har, tá av degi lýsa skal. Tá Guds fólk savnast heim. Prísa Gudi, tá eru vit øll har. Tá hvør frelstur á fold syngur sameintan song við Guds einglum, og gyltan búna fær. Táið tónarnir ringja og gullhørpan slær. Prísa Gudi, tá eru vit øll har. Vit farvæl aldri siga, har sálin tá byr, eingin sorg ella freisting okkum nær. Og tá Jesus skal siga: ?Ver vælkomin heim!? Prísa Gudi, tá eru vit øll har. Johnson Oatman. ( Zachariassen týddi). Vakrar fruktir veittra, smíla á tí ljósu, grønu strond, har við Jesu hjarta hvíla skal vár loysta, sæla ond. Niðurlag: Stormar, sker ei hótta har, tá várt eyga heimið sær, tá vit ankra í Guds havn, finna hvíld í Jesu favn. Framá! Skjótt á mál vit vinna, glaður fram til landið stýr! Harrans orð og Andi minna á hin stað, har Jesus býr. Eingin óndur Satans pílur okkum longur rakar tá; sálin ævigt gleðist, hvílir, tá vit Harrans ásjón sjá. Adams. ( Danielsen týddi). Nógv fagrari, fríðari songurin ljóðar hjá einglum í himmalsku høll enn alt spæl her á jørð, tó várt hjarta seg gleðir, tá lovsongur tónar um dalar og fjøll. Niðurlag: Á songur, sum tónar um Guds Paradís, tá einglar og frelst syngja Lambinum prís! Har uppi er songurin brimduna líkur, og Himmalin fyllir hans ljóð, táið andarnir sælir har Jesusi prísa; tey hørpurnar sláa og fegnast so fró. Bert tey verða við í tí syngjandi skara, sum her funnu frið við sín Gud í trúnni á Jesus, vár Frelsara kæra bert teimum skal falla hin lukka í lut. James Murray (Ongl.). ( Danielsen týddi). Hoyrir songin tú úr tí gylta stað? Hoyrir tú hin glaða song? Latum okkum bundini binda glað, tí tíðin ei verður long. Niðurlag: Skjótt heystsins Harra vit skulu sjá, hans smíl og rødd skulu kenna tá, ja, skjótt heystsins Harra vit skulu sjá, tá hann tekur sítt skurðfólk heim. Á, hin songur ljómar úr gylta stað. Vári hjørtu styrki hann. Hesin tónleikur lívgar sál og sinn, sum vit stríðast, nú dagur rann. Á, hin songur ljómar úr gylta stað og tí fagra landi frá, og vit vita í trúnni, at skjótt ein dag vit við teim skulu syngja tá. Jennie Johnson. (Jógvan Tróndheim týddi). Yvir hitt villa og brúsandi hav leiðin ber heim, hon ber heim; tykist enn skútan at fara í kav, leiðin ber heim, hon ber heim; missið ei mótið, men haldið bert vakt! Harrin um borð er, sum hann hevur sagt; undir hans vernd fær ei ónt okkum rakt leiðin ber heim, hon ber heim. Ódnin so hørð okkum saka ei kann, leiðin ber heim, hon ber heim; Jesus er við, okkum svíkur ei hann, leiðin ber heim, hon ber heim; skjótt, á, so skjótt vit í havnina ná, skjótt í Guds Himli ein bústað vit fá, lyftið er trygt, sum vár sál lítur á leiðin ber heim, hon ber heim. Meðan vit eru á ferðini enn leiðin ber heim, hon ber heim boða vit frelsu til doyggjandi menn leiðin ber heim, hon ber heim kunngera gomlum og ungum, at tey frelst kunnu verða úr synd og úr neyð bert við at trúgva á Krist og hans deyð leiðin ber heim, hon ber heim. Tá so at enda er stormur og stríð, heima í Himmalsins havn eru vit æviga bjargað og frí heima í Himmalsins havn. Harrin tá prísið og heiðurin fær, sum her á ferðini við okkum var, ei okkum slepti, men trygt okkum bar heim í ta himmalsku havn. ( Danielsen týddi). Eg stundi eftir at lenda har heima, at kasta akker í Himlinum skjótt. Har Jesus ger mær ein bústað til reiðar, á, skuldi hetta ei sál mína frøtt? Niðurlag: Eg stundi eftir at lenda har heima, so troyttan mangan og kenni meg her. Men Gud, so leingi, sum tíðin skal vara, at bíða lær meg, og tolnan meg ger. Eg veit, at vinir og heimurin geva ei nakra gleði, ið vara kann við. Men einans Jesus, sum fyri meg doyði, kann veita lukku og fullkomnan frið. Eg mangan bilsin og undrandi standi og líti at tí, ið hendir meg her. Men hvat so hendir, tað søtt er at vita, at í Guds hondum mín vegur jú er. So lat bert trongdir og sorgir meg níva, mín tíð á foldum, hon er jú so stutt. Men allar ævir eg Gudi skal prísa, tá heim til Himmals mín sál verður flutt. Zachariassen, f. Heimá og framá vit fylgjast í dag, staðin í trúnni vit sjá; og fyri Guds ríki vit stríða so glað, hvílu vit skjótt skulu fá. Kongurin førir vár her, vísur tí sigurin er; ja, heimá og framá vit fylgjast í dag, staðin í trúnni vit sjá. Kongurin sendir á okkara veg hjálp og mangt troystandi orð; hann sigur: Ver tryggur, við tær eri eg, stíg tú bert í míni spor! Tann, sum á Gud hevur bygt, hvílir í trúnni so trygt; ja, Kongurin sendir á okkara veg hjálp og mangt troystandi orð. Hugfallist eingin, um stríðið er hart! Sigurin størri er tá; hoyr lyftið: Um trúgvur til deyðan tú vart, krúnuna tá skalt tú fá! Farið í stríðið tí trygt, vísið ei iva, ei frykt! Nei, hugfallist eingin, um stríðið er hart! Sigurin størri er tá. Lat okkum ferðast í bróðurskaps ond, stíga í Meistarans spor! Og sært tú, eg snávi, mær rætt tína hond, tala eitt hjálpandi orð! Ristist mín hond og mítt knæ, styðja meg, tá tú sært tað! Ja, lat okkum ferðast í bróðurskaps ond, stíga í Meistarans spor! Hugsið, tá einaferð málið er nátt, heimið har uppi at sjá! Tá heysta vit tað, sum við tárum er sátt, eru sum droymandi tá, standa við hørpu í hond glað á tí skínandi strond; ja, hugsið, tá einaferð málið er nátt, heimið har uppi at sjá! Prís veri honum, sum fongslið upp læt, fangarnar frælsi læt fá! Fast bundin av Satan í leinkjum eg sat, inntil eg Gudslambið sá; alt tað, sum lovsyngja kann, syngi og tali um hann! Ja, prís veri honum, sum fongslið upp læt, fangarnar frælsi læt fá! ( Danielsen týddi). Táið friðfult heim vit náa á teim heyggjum ævigum, harrin ódeilt prís skal fáa har av tungum óbundnum; stríð og bøn og skylda endað, og vit skulu sæl tá sjá Harrans ásjón, dýra, kenda, falla við hans føtur tá. Niðurlag: Á, ein ljósur, stillur morgun eftir eina myrka nátt, full av stormum, neyð og sorgum! Turkast har skal eygað vátt. Tá í ljósi har vit standa, dýrmæt heilt og endurloyst, fræls og glað skal sálin anda, aldri suffa meir um troyst; aldri holdið ljósið fjalir, frykt ei køvir gleðina, songur um teir gyltu salir tónar dagin æviga. Skulu vit tá ikki minnast, hvussu stór Guds náði var, tá hin trongd ei meir skal finnast, sum hann okkum gjøgnum bar, hvussu eymt hann okkum leiddi á tí myrku lívsins ferð, sínar náðiveingir breiddi yvir okkum niðri her! Tá vit skulu betur fata, mangt, sum her vit skiltu ei; hann í náði vildi lata okkum fara tronga leið. Søtari skal hvílan smakka móti hesi royndartíð, meiri fult vit skulu takka, tá vit minnast hetta stríð. Anne Ross Cousin (Ongl.), ( Danielsen týddi). Forty Gospel Hymn Stories Táið eg endan av vegnum skal ná, tá eg um sólsetur hvílu skal fá, vælkomin heim! sigur Jesu rødd tá á, tað verður sólarris mær! Niðurlag: Ein morgun við sól, ein morgun við sól! Sólarris æviga bíðar mær har; ein morgun við sól, ein morgun við sól! Og, Jesus, aldri setur sól hjá tær! Tá eg í dýrd hans skal skoða mín Kong, syngja við frelstum í ævir hans song, bera fram prís millum vitnini mong á, tað verður sólarris mær! Táið at enda lívsdagurin er, akker er kastað og liðug mín ferð, tá Jesu andlit mær friðheilsu ber á, tað verður sólarris mær! ( Danielsen týddi). Inn í gyltan sal millum eingla tal skjótt tey frelstu ganga inn; gloymd er sorg og sút, krúnur býtast út, tá tey frelstu ganga inn. Niðurlag: Tá tey frelstu ganga inn, tá tey frelstu ganga inn, gleðisongurin skal ljóða gjøgnum Himmalin, tá tey frelstu ganga inn, Vinir skiltust her, men ein fundur er, tá tey frelstu ganga inn; Guds børn út loyst tá skulu hørpur slá, tá tey frelstu ganga inn. Hvør ein tunga fró syngur takkarljóð, tá tey frelstu ganga inn; loyst úr sorg og neyð sameint syngja tey, tá tey frelstu ganga inn. Lambið doyði her, men hann heiður ber, tá tey frelstu ganga inn; honum prísa øll gjøgnum høgu høll, tá tey frelstu ganga inn. Katharine Purvis. ( Danielsen týddi). Á, eitt land eg veit um, tað so vakurt er, sum í Guds orði vit lesa um tað! Har ei sorg kemur inn, einki myrkir várt sinn, og tíðin har ei fer avstað. Niðurlag: Hetta fagra land er ei sum okkara verð, ei oyðandi stormur nær tað; tess gøtur og lið eru gullløgd øll við, og har sólin ei setur ein dag. Ævig trø vaksa har, sum ei veturin nær, og tess fruktir meir glitra enn gull; og við hørpu í hond á tí skínandi strond vár gleði skal tá vera full. Frelsarin, ið har er, elskaði hesa verð og doyði í syndara stað; og eg veit, eg skal ná hetta land og har sjá hin vin, trúgvin her hevur sæð. Har eitt heim er í gerð til hvønn syndara her, sum trýr á hitt frelsandi blóð; ævigt summar er har, ein og hvør lovar tær, tú Guds Lamb, sum í stríðinum stóð! White. (Líggjas á Váli týddi). Vit sum gestir ganga her, tungt og einsligt mangan er, men vit vita, alt er umskift hin morgun, tá várt akker falla skal, og vár sál er loyst og sæl, táið hvílan ævig nádd er hin morgun. Niðurlag: Tá vit øll skulu finnast hin morgun á teim himmalsku heyggjum hin morgun, ei farvæl vit siga tá hinum gyltu strondum á, táið ljósið bjart vit síggja hin morgun. Mong ein sorg í hjartað skar, mangan vátt várt eyga var, tey sum perlur skulu skyggja hin morgun, tá vit sigurshørpur slá, har sum deyðin ei kann ná; vinir aftur skulu hittast hin morgun. Tá vár bundna sál er frí, eingin freisting, einki stríð, og tá Harrans rødd vit hoyra hin morgun, bera bundi fram til hann, tað, sum hvør her niðri vann, hvør ein songur tá skal ljóða hin morgun! Gjøgnum hesa útlegd her, ja, um náttin myrk enn er, latið okkum halda út til hin morgun, takka fyri náðina, fyri Jesu kærleika, til vit syngja honum lovsong hin morgun! Edwards. ( Danielsen týddi). Ein oyðimørk er henda verð, ei her nakað søkja eg kann; eg veit, at mítt heim er ei her, ei tap og ei vinning eg fann. Til Gud mín, til Faðirin lá tann leið, sum mín Frelsari gekk, og hásætið settist hann á hans styrki á vegnum eg fekk. Við honum eg hvíla skal har, í heiløgum ljóma hann sjá í gleði, tí hann er mær nær í friði, tí hann er mær hjá. Tann skattur, í honum eg fann, meg gjørdi til útlending her; mær leingist at koma til hann og síggja hann tá, sum hann er. Og, Frelsari mín, tað er teg, eg vænti av Himlinum skjótt at taka av einsligum veg tín vin inn í heimlandið søtt! John Darby (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg fari heim sum fuglurin, ið flýgur mót suðri, táið heystið kemur her, til ljósa pálmastrond úr havi stígur, alt meðan her bert vetur, kavi er. Eg fari heim; skjótt Gud mær gevur veingir, so eg kann lyfta meg frá jørðini til landið, har ei vetur, kuldi treingir, at syngja lovsong við teim heiløgu. Á sumri sæst í haga og um strendur hin stóri fuglaflokkur víða hvar; teir flúgva glaðir, men tað ofta hendir, ein byrsa brast, og gleðin úti var. Men følna urtir, koma heystsins dagar, so flokkast teir og taka aðra leið, teir lyfta veingir tá og flúgva, hagar sum skínur sól, og blómur doyggja ei. So gekst Guds børnum á teim døgum góðu, tá eydnusólin føgur skein tey á: Tey vaktu, bóðu ei, og ei tey sóu, at undir rósu eiturormur lá; tá gloymdu tey, tey vóru her í vanda, tá gloymdu tey, at lívið er eitt stríð, tá gloymdu tey, at himmalrósur standa á smølu leið, teim hvøssu tornum í. Tá mugu lívsins álvara vit læra og inn í krossins skúla fara tá; har lærdu vit á Gud at líta bara, bert evangelium at byggja á; tá lærdu vit tað, eingin áður kendi, at kraft og dygd í okkum ikki er; vit lærdu, at á okkum brátt er endi, um náði endaleys ei okkum ber. Tá lærdu vit at síggja, at av góðum í royndum einki finst á jørðini; vár sál frá Bábels myrku táraflóðum seg lyfti sum ein ørn mót sólini. Ja, í teim køldu heimsins heystarstundum vit tráa heim ta ljósu strond at sjá, og ei av gleði, ei av sorgum bundin til Guds Jerúsalem vit stunda tá. ( Danielsen týddi). Tit Harrans fólk, í dag nú takið undir fró, við sigurstónum syngið glað til Gud eitt takkarljóð! Niðurlag: Vit fara til Zion, dýra og heilaga Zion, vit fara nú upp til Zion, Guds dýra og heilaga stað! Lat tøgn tann falla á, sum ikki Guds barn er! Men Harrans frelsti skari má við gleði syngja her! Og sum vit ferðast tá, vit eiga Andans troyst, inntil vit Himmalheimið ná og standa ævigt loyst. So syngið glað tí øll! Skjótt kemur fagnaðarár; skjótt hóma vit tey ljósu fjøll, skjótt tornar síðsta tár! Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Millum myrkur, stormar, sorgir lýsir vón so sæl: Eftir mær hin ljósa morgun Harrin koma skal; í tí ljósu dýrd og sælu faðirhúsi har vakjandi og longsilsfullur bíðar Harrin mær. Leingi hond hans leitt meg hevur oyðimørkum á; nú er gyltu torn og borgir staður Guds at sjá. Í tí sælu dýrd har uppi tolin bíðar hann, í hans hond eitt navn er grivið, hann ei gloyma kann. Har ímillum einglasongir í tí ljósa stað hoyrist ljóð av fótafetum nærkast dag um dag, koma gjøgnum oyðimarkir faðirhúsi nær brúðrin, Faðirin gav honum, enn hon vantar har. Hvør er hann, sum kemur mót mær oydnum vegi á, eins og morgunstjørnan bjarta degi boðar frá? Tað er hann, sum kom og vann meg, skemdardeyða fann; eg hann skoða skal har uppi ei umskiftist hann. Á, hvør søtt tað møti verður og hans heilsa sæl! Allur tungur, trongur vegur gloymdur verða skal; hann og eg tá saman standa gyltu gøtum á, hann og eg, vit saman njóta kærleik Harrans tá. Har sum einki ilt kann koma, eg skal Jesus sjá, í tí reina heilagleika verða honum hjá; honum líkur eg skal verða, sigur orðið mær, har Guds fría, ríka náði prís og heiður fær. Hann, sum eina leið og doyði, her á krossi hekk, eg, sum mangan einsligar og tungar leiðir gekk sama gleði bróst várt fyllir, tá vit møtast har, gleðast yvir har at vera tá hvør øðrum nær. Gerhard Tersteegen (Týskl.), (Jákup Olsen týddi). Mítt heim er ei á foldum á hesum tronga veg, sum allir mínir fedrar her gestur eri eg; men í míns Faðirs ríki mær bíðar bústaður, sum aldri her á jørð fann sín líka. Niðurlag: Sæla heim, fagra stað, har frelst og einglar syngja so glað! Á tann hvíld, á tann troyst, mær innan fyri portrini bíðar! Sum sjómaður í storminum tráar havn at ná, so leingist mær til heimið teim gyltu strondum á, har stormar ikki ýla, har sjógvar bróta ei, har einki hjarta stúrir og saknar. Ein gleði stór tað verður, úr sorg og myrkri her, at flyta heim í staðin, har gøtan gullløgd er, og við teim frelstu syngja hin nýggja songin har og hørpu leika har til Guds æru. Nils Frykman (Sv.), ( Danielsen týddi). Heim í Himmalin vit ferðast hina beinu, smølu leið, sum Guds vitni undan okkum gingu fyrr; Kristi krossur er vár æra, hvørt eitt spor vár fótur steig, sum vit stevna á tær opnu himmaldyr. Niðurlag: Um tað alt vit skulu tala saman tá, táið tú og eg hin ljósa staðin ná, hvussu grátur mangan rann, hvussu trúgvin alt tó vann um tað alt vit skulu tala saman tá. Ein er tímin, eingin kennir, einglar vita ei um hann, tá í dýrd av Himli Harrin koma skal, tá úr grøv tey frelstu rísa, og hvør sál, sum Jesus fann, verður umbroytt til at møta honum sæl. Við profetum og ápostlum, við Guds vitnum øllum tá minnast vit ta náði, sum her okkum bar; best av øllum: Har er Jesus, konga Kong vit skulu sjá, sameint prísa honum allar ævir har. Morris (Amer.), ( Danielsen týddi). Ein skari, túsund túsund, sum hvítan búna ber, hin stóri frelsti flokkur inn um ljóssins portur fer; alt útint, alt er útint, alt stríð við synd og deyð; lat upp, lat upp tær gyltu dyr, og innum fara tey! Ótaldar røddir syngja, at stríðið vunnið er, frá túsund hørpum sigursljóð um høga Himmal fer; á dagur, tú, sum Guds fólk við tráan longdist ná! Øll sorg á jørð er túsundfalt við gleði goldin tá. Har hoyrast glaðar heilsur á Kána'ans føgru strond, har ævigt verða aftur knýtt mong slitin vinarbond; av gleði lýsa eygu, sum grátur dimti her, hin faðirleysi ugga fær, ei einkjan einslig er. Kom, kom við tíni frelsu, Guds Lamb, vár vón, vár troyst, lat savnast til tín skjótt øll tey, sum eru dýrt út loyst! Kom, kom! Títt fólk í útlegd, tað tráar eftir tær, kom, skjótt, vár Kongur, Frelsari, tak okkum til tín har! Henry Alford (Ongl.), ( Danielsen týddi). Zions land mítt stavnhald er, glaður í Guds stóru frelsu. Friður fylgir mær á ferð, glaður í Guds stóru frelsu. Niðurlag: Glaður, glaður, syngjandi hvønn dag ferðist eg avstað. Glaður, glaður, glaður í Guds stóru frelsu. Álit er mítt sigursprógv, glaður í Guds stóru frelsu. Sigli mangan vandasjógv, glaður í Guds stóru frelsu. Skjótt eg hómi heimlandsstrond, glaður í Guds stóru frelsu, syngi ævigan fagnaðarsong, glaður í Guds stóru frelsu. Jennie Wilson. (Brynleif Hansen týddi). Eitt er landið hinumegin, og bert trúgvin finnur vegin til hitt fagra land, hin ljósa staðin har; táið ein dag har vit møtast, har sum sorgir ævigt bøtast, tóna gyltar hørpur móti tær og mær. Niðurlag: Hoyr, hin søti einglasongur, har sum deyðin er ei longur, hoyr hitt hørpuspæl, ið tónar uppi har! Úr tí dýrd við Harrans høgru, út um portrini tey føgru tóna gyltar hørpur móti tær og mær. Eingin synd og ongar sorgir náa inn í gyltu borgir, í ta stillu havn ei ódn, ei stormur nær; hvíla, gleði, signing bíða, tá um portrið inn vit stíga, gyltar hørpur tóna móti tær og mær. Eru taldir várir dagar, skulu skjótt vit fara hagar, savnar Kongur vár øll síni skjótt hjá sær á, so tornar síðsta tárið, á, so byrjar gleðiárið, gyltar hørpur tóna móti tær og mær! de Marbelle. ( Danielsen týddi). III. Har eingin byrði, eingin stúran har, tá heimið nátt er, hvíla har hjá mær; har eingin byrði, av hon løgd er tá, tá eg Guds andlit og hans dýrd skal sjá. Niðurlag: Har eingin byrði, í lívsins borg, har eingin byrði, gloymd øll sorg. Har ongar royndir, har alt stríð er av, hvør freisting farin, lønin nádd, Gud gav; ei meir sum gullið trúgvin roynast skal, nei, stríðið alt er strítt, og sálin sæl. Har eingin møði, eingin tyngd har er, og eingi vónbrot, sakn har eingin ber, framtíðin ljós, sum eingin skilti her, har síggja vit, góð Harrans leið øll er. Har vit ei skiljast, ei farvæl er sagt, ei brotin hjørtu, sárt av sorgum rakt; men best av øllum: Jesus eg skal sjá, har einki skýggj meg skilir honum frá. Ada Habershon (Ongl.), ( Danielsen týddi). Táið tokan lættir av, og gyltu heyggjar stíga hátt, táið sólin gyllir lívsins á, og burtur er øll nátt, táið uppfylt er hvørt lyfti, okkum Faðirin gav her á, vit skulu kennast betur, táið tokan horvin er! Niðurlag: Kend, vit skulu kennast tá, saknur skal ei hjartað ná, táið dimmið lættir, tá hin lívsins sól ei undir fer á, vit skulu kennast betur, táið tokan horvin er! Mangan vegurin var trongur, mangan tungt várt hjarta var, mangan gingu vit í toku, sóu ikki landið har; gloymt tað alt er, tá hann sigur: Kom mítt barn, og troystað verð! Á, vit skulu kennast betur, táið tokan horvin er! Ja, vit stíga inn við gleði, skulu kring hans trónu stá, síggja hann, sum okkum elskar kend, vit skulu kennast tá! Og í allar ævir tunga vár hans navni lovsong ber á, vit skulu kennast betur, táið tokan horvin er! Annie Herbert. ( Danielsen týddi). III. Zion, tú Guds egni staður, høgt og dýrt er sagt um teg, tú, sum hann, ið øllum ræður, tók til bústað fyri seg! Niðurlag: Staður trygt á klettin festur, einki frið tín vika kann! Hygg tín frelsumúrur reystur! Fíggindin ei brýtur hann. Jesus! Tá í staði hinum tú ein bústað veitti mær, gleðist eg við tínum vinum, um so verðin eymkar, lær. Heimsins barnarós skal falla, gleði teirra følnar brátt; aldri dagur mín skal halla, Zions staður sær ei nátt. John Newton (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eg sum ein ferðamaður gangi mítt skeið so glaður, mál mítt er Zions staður, ævigt eg búgva skal har heimland, heimland, herliga himmalska heimland! Framtíð so góð fyri hjørtu móð herliga himmalska heimland! Treysti her stundum trýtur, mismótsins bylgja brýtur, mangt er, sum hjartað nítur gott er at minnast tá: Heimland, heimland, herliga himmalska heimland, framtíð so góð fyri hjørtu móð, herliga, himmalska heimland! Vandafull er mín gøta, valla her gevst ein løta, freisting mær ei man møta, men tá vit koma har: Heimland, heimland, herliga himmalska heimland, freistingar har aldri møta mær herliga, himmalska heimland! Eyga mítt landið hómar, Frelsarans dýrd har ljómar, ungdómur ævigt blómar, hagar mín langtan er. Heimland, heimland, herliga himmalska heimland! Aldrin eitt tár, men eitt ævigt vár herliga, himmalska heimland! Háberg, Eg veit eitt land, sum betri er enn heimsins døpru lond, og Jóhannesi birtist tað hin dag á Patmosstrond; hann fall á andlit sítt ta stund, ei mátt í sær hann fann; men Harrin eymur við hann nam, ei óttast! segði hann. Har sá Jóhannes Frelsaran í dýrd og ljóma stá, har sá hann frelstu sálirnar, út loystar foldum frá; lívsánna sá hann, skínandi, hjá henni lívsins træ, hann rundan um Guds hásæti teir elstu sá hin dag. Hann einglaherin mikla sá og hoyrdi songin har til Lambsins prís, sum her á fold Guds straff og vreiði bar; ja, hvønn ein skapning Himli í hann hoyrdi lova hátt tí Frelsara, sum syndarum vann lívið og alt gott. Men tá eg minnist hetta alt og veit, mítt heim har er, mær jørðin tykist myrk og trong, ei hvíla finnist her; mær leingist burt frá døpru nátt, frá pínu, synd og deyð til morgunlandið eydnuríkt, har kend er eingin neyð. Tó burt við gráti! Sál mín skjótt har verður ævigt sæl, skal gloyma myrku jørðina, hin sorgarinnar dal, ei stúran pínir hjartað meir tí ljósa landi í, har songur eftir gremju er, og hvíla eftir stríð. ( Danielsen týddi). Ja, handan fyri kulda, storm og skýggj, har deyðin ikki ræður, er landið hitt, har kærleikssólin nýggj skal lýsa allar ævir. ( Danielsen týddi). Jesus kemur, Jesus kemur! Lúðurin brátt hoyrist her; hann sum Kongur og við æru sæst tá um ta heilu verð. Niðurlag: Á, at øll vit hava olju lampum okkara tá á, so vit, táið Jesus kemur, kunnu í hans ríki ná! Kanst tú kæra sál, eg spyrji kanst tú møta Gudi har, elskar tú nú Harran Jesus? Kæri vinur, svara mær! Sælur tann, sum bíðar eftir Kristi komu foldum á! Einaferð hann skal við gleði Frelsaran í Himli sjá. Leið meg so, á Harri Jesus, at, tá burt eg fara má, sælur eg kann heimið náa og hjá tær kann hvílu fá! Hultman (Sv.), (Hansa Danielsen týddi). Hinumegin smíl og tár veri eg skjótt; hinumegin troyst og sár, hinumegin heyst og vár veri eg skjótt. Kærleiki, hvíla, heim, dýra heim! Kom, Harri, tak meg heim! Hinumegin dag og nátt veri eg skjótt; hinumegin ilt og gott, hinumegin lágt og hátt veri eg skjótt. Kærleiki, hvíla, heim, dýra heim! Kom, Harri, tak meg heim! ( Danielsen týddi). Á, tey kæru, sum mær bíða oman fyri sorg og stríð tey nú biðja meg at stíga fótasporum sínum í. Lívsins skeið tey hava runnið, bardagsbúnan frá sær lagt, lívsins krúnu hava vunnið, varðveitt trúnna, biðið, vakt. Niðurlag: Eymar røddir mildar ljóma kalla meg at fylgja sær. Gjøgnum skuggar kann eg hóma heimlandsljósið nærkast mær. Stríðsins búna skift tey hava við hitt dýra, fagra lín, og í skrúði eins og kava, skoða tey nú Harra sín. Saman her vit hava virkað, gingið sama trúarveg, tey bert yvir fjørðin myrka vunnu skjótari enn eg. Andlit kend har uppi skína, gleðin har er ævigt nýggj, ei er deyðin meir, ei pína, eingin sorg og einki skríggj. Har vit syngja songin nýggja, um hitt blóð, sum okkum vann. Harran Jesus tá vit síggja sameind vit tilbiðja hann. Fanny Crosby (Amer.), ( Zachariassen týddi). Eg sum pílagrímur ferðist ósløtt, illgongd leiðin er mangan troyttur, veikur gerist, men tað heim tó ber; skýggj og dimmi loftið tekja, orrustan er hørð og heit, stúran, ivi, angist vekja men mín Faðir veit! Á, hvør dýr er henda vissa, um so stríð og sorg og sút, sum meg fáa mót at missa, vara lívið út! Heima skjótt! Tað enn kann ugga, hvussu fast enn stríðið neit; tað kann lætta dimma skugga, at mín Faðir veit. Hvønn dag kennir hann og sær meg, vakir barni sínum hjá, gjøgnum ódn og vanda bar meg, letur hjálp meg fá. Skjótt mín ferð á fold er endað, stutt var leiðin, eygað leit, og nær lív mítt er at enda Faðir mín tað veit. Tá eg skal hann glaður skoða, Harra mín og Frelsara, syngja honum lovsong duga fyri náðina; í tí sæla Himmallandi sorgin aldri hjartað beit, og nær loystur har eg standi, tað mín Faðir veit. Mary Dana (Amer.), ( Danielsen týddi). Onkur ferðaðist víða um lond og um hav, onkur stillur sat í síni bygd; men mær leingist til staðin, ið Jesus mær gav, har at búgva í gleði og trygd. Niðurlag: Tá eg flyti til Himmals, á gullgøtur har, hvør ein undurfull ferð verður tað! Og eg tilgjørdur nú bíði eftir, at tú tekur barnið títt heim í tín stað. Onkur sæð hevur mangt, sum á foldum er stórt tó, hvør tómt og hvør innihaldsleyst! Men tá Harrin meg heim til sín sjálvs hevur ført, skal eg skoða alt vakrast og best. Eg skal hitta profetar og stórar gudsmenn, hvørja læra mín leiðbeining var; tó, mær bíðar eitt størri og dýrari enn: Eg skal síggja mín Frelsara har! Mangan stríðið var nógv, tá ein skuldi á ferð, við at búgva og gera seg til; men tá ferð mín á skýnum við Jesusi er, ongan lut taka við mær eg vil. Nei her lærdi og hoyrdi eg um hann; men tá onga Bíbliu meir nýti eg og ei songbók, eg andlit til andlit skal sjá teg, mín Harri, og tilbiðja teg! Her farvæl mongum vininum siga vit, og døpur var hvør ein skilnaðarstund; men nú Harrin skjótt senda skal børnunum boð til hin æviga fagnaðarfund. ( Danielsen týddi). Tonk, einaferð er tokan burtur svunnin, tað dimmi, sum á hesum lívi lá, og ævigt bjarti dagurin er runnin tonk, aldri nátt og myrkur verður tá! Tonk, einaferð er einki ógreitt longur, er einki hví, sum ei kann fáa svar, er eingin vandi, har mín fótur gongur tonk, allir Harrans vegir greiðast mær! Tonk, einaferð hvør hjartasorg skal stillast, og saknur, pína vera ikki kend, av Harrans kærleika skal sál mín fyllast tonk, tá øll kvøl í lov og prís er vend! Tonk, einaferð mítt eyga hann skal síggja, sum her á fold so veikt eg havi trúð! Tilbiðjan tá eg veiti honum, nýggja tonk, tá hans Himmal er mítt sæla bú! Tonk, einaferð eg uttan synd skal liva hvør hugsan rein, ódálkað hvør ein gerð! Eg fyri freisting aldri meir skal biva tonk, heilagleiki fullur einaferð! Tonk, einaferð í gyltu Himmalsølum eg tala skal um lívið hitt, sum svann, við kunningar úr hesum táradølum tonk, táið vinur vin har aftur fann! Vek, Harri, hesa hugsan mær í hjarta, um leiðin tungfør er, og byrðin svár! Hon blítt skal kveikja ljós í myrkri svarta og lívga mødda sinnið, turka tár! Wilhelm Wexels (Noreg), ( Danielsen týddi). Á tí stilla, ljósa morgni og um miðjan arbeiðsdag, táið vermir sól, tá ódnin harðast er, táið nátt er myrk og døpur, hvørja tíð og hvørt eitt stað, vil eg lurta, nær ið Harrin kemur her. Niðurlag: Tí tú kemur, ja, tú kemur, tekin sýna komu tína! Nær er stundin, loysnarstundin; eg vil lurta, nær ið Harrin kemur her. Fyri mína skuld hann troyttur gekk um Galileafjøll, fyri mína skuld um Kedrons løk hann fer, fyri mína skuld á krossi hekk hann, tá hann sviku øll men nú lurti eg, nær Harrin kemur her. Ikki vildi hann sum kongur verða krýndur, heiður fá, heldur doyggja fyri eina falna verð; men nú situr hann í dýrd og ljóma Faðir sínum hjá og eg lurti, nær ið Harrin kemur her. Ja, hann kemur, sum kann loysa bond og ugga hjørtu móð, sum á fólks síns trongd og stríði enda ger; Jesus kemur á mín sál, er henda vónin ikki góð! Jú, eg lurta vil, nær Harrin kemur her. ( Danielsen týddi). Ella: Lat okkum fundin í Himlinum minnast! Kanska vit hittast ei foldini á; men mangan betri tað verður at finnast, har sum vit Harran í hásæti sjá. Har skulu endurloyst vit allar ævir tilbiðja hann og hans náði, og har verður tann troystaður, hvíldur og glaður, sum her við tárum hans vitnisburð bar. Hittast í Himli! Má hjartað ei stillast, tá hesin sannleiki fyllir tað heilt! Latið tí huga vár longur ei villast, latið nú sinni várt ei vera deilt! Eygað mót dýrdini eigur at skoða, sálin frá lutunum her vera loyst, andin av himmalskum kærleika loga, fundurin har uppi vera vár troyst. Sørensen (Danm.), f. ( Danielsen týddi). Hin reina luft, tær føgru blómur har á fríðu himmalvøllum og einglasongurin alt fjalt er mær av hesum myrku fjøllum. Tey gyltu torn í staðnum eru fjald nú fyri eyga mínum; at síggja nú mær forðar deyðans vald mítt heim har yvir skýnum. Men táið ljósið dvølur fjøllum á, og løtur stillar líða, ein ósædd hond mær stundum opnar tá tær dyr til landið fríða. Og sum á gloppi standa hinar dyr, og dýrdin útum lýsir, gerst vissa sæl tað, veika hjartað spyr, hvør ivi, sinnið hýsir. ( Danielsen týddi). Enn nakrar tungar gøtur, og vit koma heim! Enn nakrar myrkar løtur, og vit koma heim! Enn bera krossin eina tíð, so kemur hvílan long og blíð enn nakrar tungar gøtur, og vit koma heim! Niðurlag: Eftir streymi skjóta vit mót friði flóta ei meir tungar gøtur, tá vit koma heim! Eitt kvøld enn eygað grætur, og vit koma heim! Enn nakrar vøkunætur, og vit koma heim! Enn syndin ónda sigrast má, enn nøkur bundi inn at fá enn nakrar tungar gøtur, og vit koma heim! Enn nakrar sorgir bera, og vit koma heim! Enn okkurt gott at gera, og vit koma heim! Enn onkur sárur skilnaður, so gleðifundur ævigur enn nakrar tungar gøtur, og vit koma heim! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Tá basúnin ein dag ljóða skal, og tíðin úti er, tá hin fagri morgun rennur upp við frið, táið Harrin kemur niður, og øll síni heim hann ber, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. Niðurlag: Tá hin frelsti skarin savnast, tá hin frelsti skarin savnast, tá hin frelsti skarin savnast, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. Á hin morgun, táið hvør, í Kristi doyði, rísa skal og skal standa uppi har eitt ótalt lið! Táið síni øll á jørð hann heintar heim í høgan sal, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. Lat meg virka fyri Harran tá ja, bæði nátt og dag! Á mín sál, fall ei í fátt, men vak og bið! Tá so Jesus tekur síni heim av hesum stríðsins stað, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. Black (Amer.), ( Danielsen týddi). Andlit hans vit skulu sjá skjótt ein gyltan morgun. Tá hvør skuggi svinnur, sálin hvílu finnur. Sorgin er til gleði vend, eingin neyð og pína. Horvin brátt myrka nátt, tá vit síggja hann. Harrin turka skal hvørt tár skjótt ein gyltan morgun. Skeiðið her er runnið, og á mál er vunnið. Eingin eymkan, suff og sút kennist í tí landi. Endað stríð alla tíð, tá vit síggja hann. Eingin skilnaður er meir skjótt ein gyltan morgun. Undurfulla løta vinum aftur møta. Og eitt fagurt fagnaðarlag Himmalin skal fylla. Stund so sæl, alt er væl, tá vit síggja hann! Norman Clayton, f. (Øssur Berghamar týddi). Alt eg vraki fyri Jesus, hesa tómu verðina; gloymt er tað, hon kallar gleði, tá eg minnist Golgata. Vraka vinir meg og svíkja, hyggur verðin køld á meg, tó við perluportrið fagra vinin trúgvan eigi eg. Niðurlag: Skjótt svinnur lívsins morgun, kvøldarstundin nærkast brátt; men tá perluportrið opnast, verður eingin, eingin nátt. Táið Harrans rødd meg kallar, og mítt eyga endan sær, skal eg halla mær á Jesus gjøgnum dalin myrka har; eg skal líta á hans lyfti meir enn alt tey eru mær -: Óttast ei, eg eri við tær, tá tú perluportrið sær! Hinumegin Jordans bylgjur, handanvert ta køldu á, blómar lívsins træ í ævir, har lívsánna skal eg sjá; í tí sæla andans landi, har er dýrd ótømilig, og við perluportrið einglar leiða meg til sælan frið. ( Danielsen týddi). Eg hugsi so fegin um Himmalin, har Gud og Lambið er, har øll tey frelstu savnast glað og skiljast ei sum her. Niðurlag: Har ei meir vit skiljast, har ei meir vit skiljast, har ei meir vit skiljast, vit skiljast aldri har. Eg hugsi so fegin um Himmalin har, klædd í snjóhvítt skrúð, út loyst vit syngja Harranum ein betri song enn nú. Eg hugsi so fegin um Himmalin, har liðugt er alt stríð, og har í fullum samljóði vit savnast, loyst og frí. Eg hugsi so fegin um Himmalin, sum trúgvin síggja kann; mín andi tráar til hin stað á, náddi eg skjótt hann! ( Danielsen týddi). Glaða vón: Tú kemur aftur, tekur okkum foldum frá! Lítil er hin størsti skattur móti tí, vit fáa tá; longsilin er uppfyltur, hjartans saknur stillaður, Hvíla skulu vit har heima, allar ævir eitt við tær; tár og stríð vit tá skjótt gloyma, eingin veit av sorgum har; alt er eina gleði tá. Tí vit skulu Harran sjá. Gyltar hørpur har tey sláa, og tey frelstu syngja glað; tú, Guds Lamb, skalt prís tá fáa, tú, sum leið á krossins træ, brúðrina at vinna tær, frelsa tað, sum vónleyst var! Bert ein lítil stund at bíða, so tú, Harri, koma skal! Gev tú okkum kraft at stíga tína leið, tær tæna væl! Harri, skjótt tú koma vil, signað, tær at hoyra til! ( Danielsen týddi). Viðhvørt ein song eg hoyri, sum eg ei hoyrdi fyrr; hann fer til jarðar niður um opnu himmaldyr. Tað er sum einglarøddir, ið syngja gleðilag, ótaldar tungur syngja har runt um trónuna. Niðurlag: Á søti himmalsongur tí ljósa landi frá, tú fagri heimlandssongur um dyr, sum opnar stá! So eymur, hvíldarfullur, við frið hann fyllir meg; og tað, mítt hjarta tyngir, sum toka fer sín veg. Við samljóði hann fyllir hin høga Himmalsal, og meir enn brimið duna tær røddir uttan tal. Hitt ljóð mítt hjarta dregur mót tí, har uppi er, tað er sum vindur, streymur, ið meg til heimið ber. Og mína sál tað fyllir við gleði og við frið, at eg við teimum frelstu hin song skjótt syngi við. Rexford. (Jákup Olsen týddi). Skjótt tímaglasið tømist, skjótt sál mín endan sær; tann stund, mær longdist eftir, nú er, nú er hon nær! Myrk, myrk var náttarstundin, men nú mót degi ber, og lívið, lívið blómar, har sum Jesus er. Á Kristus, tú ert keldan, har sál mín lívgað var! Á foldum drakk eg dropar hvør fylling uppi har! Tann kærleiki, tann miskunn, eg smakkað havi her, sum havið vítt skal flóta, har sum Jesus er. Av miskunn og av dómi mítt lívsvav vovið varð, og enntá sorgardøggin mær boð um kærleik bar; eg signa skal tað hjarta, ta hond, meg leiddi her, í dýrd, har lívið blómar, har sum Jesus er. Ein brúður sær ei stásið, men vin sín, eina hann; so skal eg skoða Kongin, ei lønina, eg vann, ja, meir enn lívsins krúnu ta hond, ið merkið ber tí Lambið er øll dýrdin, har sum Jesus er. Eg stríddi fram mót Himli, eg streym og stormar vann; sum troytti ferðamaður, ið styðjar seg á hann, nú tímaglasið tømist, og náttin dimmist her, eg heilsi lívsins ljósi, har sum Jesus er. Anne Ross Cousin (Ongl.), ( Danielsen týddi). Skjótt eingin skuggi liggur ímillum hann og meg; um deyðar sjey enn hóttu, tann ferðin loysti seg. Á Zion stendur Lambið og tey, hann átti her, og lívið, lívið blómar, har sum Jesus er. Djúp vøtn á vegnum vóru, og grót og ísur skar; nú er tað alt á baki, og harpan bíðar mær, á, við tí fagra skara, ið sigrað hevur her, halleluja at syngja, har sum Jesus er! Skjótt sløkkir lívsins bikar ta síðstu kvøl og sút, og hagablóman brýtur í Edens rósu út; til heiður verður hatur, og navnið, ókent her, á hvíta steinin grivið, har sum Jesus er. Míns elskaða eg eri, mín elskaði er mín; ein syndara hann leiðir í vínhúsið til sín; eg byggi á hans virði, tann grundin eina ber á foldum og í Himli, har sum Jesus er. Eg sovna skal í honum og rísa upp sum hann, hann síggja og tilbiðja, sum aldri her eg kann; ímillum meg og uppreisn bert Paradís nú fer, og so har lívið blómar, har sum Jesus er! Anne Ross Cousin (Ongl.), ( Danielsen týddi). Alt, alt er væl í ævir, mær halda eingi bond, eg bygdi ei mítt reiður á deyðans køldu strond; lat tóma heim tí svinna, sum land frá skipi fer, tí lívið, lívið blómar, har sum Jesus er! Hin reyða Sarons rósa har breiðir søtan lukt, lívsflóðin still har flýtur, og lívsins træ ber frukt; skjótt hesa dýrd at skoða kom, stund, og signað ver! Tí lívið, lívið blómar, har sum Jesus er. Alt her ein Himmal bygdi títt kærleikssamband søtt, eitt lítið nýtt Jerúsalem sum hitt, ið kemur skjótt, tak meg um vatnið yvir! Eg mangan rópti her; tak meg til kærleikslandið, har sum Jesus er! Tó blómum nýtist myrkur og náttardøgg at fá, so fjaldi tú títt andlit, tá fegnast eg tað sá; og um tey tár, tá runnu, tín bók tær vitni ber; men eingir skuggar falla, har sum Jesus er. Anne Ross Cousin (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ella: Vit tala um Himmalsins stað, um hitt landið, sum trúgvin nú sær; tað er gleði at tala um tað, men hvør gleði er tá ikki har! Niðurlag: Uppi har, uppi har, hvør gleði er tá ikki har! Uppi har, uppi har, uppi har, hvør gleði er tá ikki har! Av gleði vár sál verður full, tá hitt landið langt burtur hon sær, tess glitrandi perlur og gull; ja, hvør gleði er tá ikki har! Vit minnast tann frið og ta ró, várt hjarta har einaferð fær, sigurssongin og einglanna ljóð; ja, hvør gleði er ei uppi har! Huntington (Amer.), ( Danielsen týddi). Við tráan mítt hjarta minnist hin stað, langt burtur frá syndum og sorgum, har sannleikans menn nú sita í dag um borðið í sólljósu borgum; har hondin er heit, og hjartað ei trongt, og kuldin og sjálvgóðskan svunnin, og bert fyri synd er portrið har stongt, og kærleikans sigur er vunnin. Her leikar enn stríð; bert fá eru før at skilja, hvat Andin man tala; her bróðir mót bróður hvessir sítt svørð og smalkar um leiðina smala. Tí leingist mær nú at ná í hin stað, har alt tað, sum sannleikan kendi, er vorðið til eitt í kærleika, ja, Gud gævi, at har skjótt eg lendi! Victor Danielsen, Mær bíðar ein staður í erva, sum Jesus til brúðrina vann, hans dýrdleiki kann ikki metast, tí minst til, at Gud bygdi hann! So mangan til staðin mær leingist, ja, skjótt skal eg flyta har inn, og friður og gleði í ævir skal fylla mítt hjarta og sinn. Niðurlag: Himmalska heimland, frístaður Harrans! Hvílu tú gevur til hjørtuni mødd. Skjótt mást tú koma, Frelsari kæri, lat meg brátt hoyra ta kallandi rødd! Guds dýrdleiki lýsir upp staðin, ei nátt ella myrkur ein sær, har rættvísin eina skal ráða, og bann einki vera skal har; Guds tænarar fylkjast um Lambið, sum heiðurin eina skal fá, Gud Faðir og Sonurin valda skjótt skal eg tað heimlandið ná! Ja, undurfult verður at hitta teir vinir, ið fyrr fóru heim! Eg sakni teir mangan, men veit tó hjá Gudi eg møta skal teim; um skilnaðarstundin var døpur, tá jørðini teir fóru frá, so fyllir tann troyst tó mítt hjarta: Eg heima teir aftur skal sjá! ( Háberg týddi). Ella: Á, eg hugsi um landið, sum Jesus mær vann, sum á kvøldi mítt eyga skal sjá! Men tá eitt sinn av náði eg síggja skal hann, skal eg stjørnur í krúnuna fá? Niðurlag: Skal eg stjørnur í krúnu, í krúnuna fá, tá á kvøldi mín sól fer í kav? Tá eg vakna skal har, á mín Gud, nær hjá tær, skal eg stjørnur í krúnuna fá? Í hans kraft lat meg vakja og stríða í bøn, vinna sálirnar fyri hann her, at eg stjørnur í krúnu kann fáa í løn, tá hans lovsong hvør muður fram ber! Á, hvør dýrt tað vil vera at síggja hann har; bera livandi skattir til hann! Á ja, dupult mín gleði í gullstaðnum varð, um í krúnuni stjørnur eg fann! Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). Tað er eitt land, har gleðin ei skal følna burt sum her, har er ei nátt, men ljós hvør leið, og sorg har eingin ber; har er eitt ljóst og ævigt vár, ei blómur doyggja har, og eingin pína, einki tár kent í tí landi varð. Tær grønu markir ánni hjá várt eyga skoða kann, sum forðum Guds fólk Kána'an sá, tá Jordan millum rann; ja, stóðu vit, sum Móses stóð, og hugdu landið í, ei Jordans á, ei deyðans flóð helt okkum burt frá tí! Isaac Watts (Ongl.), ( Danielsen týddi). Signað og dýrt er at vita: Heim til vár Gud tað ber; skjótt har við borðið vit sita, heima, har Jesus er! Niðurlag: Undurfult, dýrt er at vita: Har verður sálin glað! Her sorgarfull mangan vit sita og tráa upp til hin stað. Geri tað sál vára fróa í hesi myrku verð: Har skal bert lovsongur ljóða, har er ei sorg sum her! Sálin hin mødda at drekka lívsvatnið reina fær, kennir ei pínu, ei ekka; gleðin bert ræður har. Myrkur og nátt skal ei vera, Harrin jú lýsir har; kransin við heiður skal bera tann, sum her krossin bar. Hava vit klæðini tváað, eiga vit atgang har; lønina hvør tann skal fáa, sum honum trúgvur var. William Cushing (Amer.), ( Danielsen týddi). Tá náttin er svunnin um skugganna lond, og dagsljósið heilsar mær blítt, tá veit eg, tá slitna tey seinastu bond, og skoða eg skal á tí sólljósu strond hans andlit, sum skapir alt nýtt. Tá tokan á jørðini burt svunnin er, og búgva í Himli eg skal, eg síggi tað blóma, sum følnað var her, og lívið tá sigur av deyðanum ber, og troyttaða sál livir væl. Tá endar mín leið, sum var torfør og trong, men førdi meg upp í Guds stað, og Lambið skal halda sítt brúdleyp við song, og aldri hon endar, hin gleðitíð long, hin æviga, friðfulla dag. Tá skal eg skjótt gloyma, hvør tungligt tað var at stríða á foldini her; ei orð kunnu mála ta sælu, sum har tú goymt hevur teimum, ið her trúðu tær á gleði og friður, har er! So hjálp mær at stevna við frímóði tá mín veg móti Himmalsins havn og stríða í trúgv og í kærleika stá og kransin har uppi av hond tíni fá og æra í ævir títt navn! Joel Blomquist (Sv.), ( Danielsen týddi). Eitt er landið, sum eingin á fold hevur sæð, fyri trúnni bert sjónligt tað er; og har summar er altíð, ei nátt dimmir tað, og har lívsáin glitrandi fer. Niðurlag: Á signaða, lívsæla land, har Harrin skal turka hvørt tár, har hin glitrandi flóð lívgar hjørtuni móð, og har lívstræið grøðir hvørt sár! Tað er undurfult land, tí har er eingin nátt, eingin pína og deyði har er; frá teim frelstu har ljóðar ein lovsongur hátt, eingin ótta og hjartasorg ber. Har tey skoða sín kong, og har loyst er hvørt band; til hans prís ljóðar songurin har. Á tú sæla, tú friðfulla, sólljósa land! Á, hvør fegin eg har uppi var! Lilla Alexander. (Jákup Olsen týddi). Mær er sagt um ein stað handan támið, handan fjallanna skaddu hann stendur, mær er sagt um hans sólljósu strendur, tonk ein dag standi sjálvur eg har! Halleluja! Eg sælur má syngja, halleluja, eg fari til staðin, kann enn mótbrekka troytta og tyngja, altíð heimá og framá tað ber! Mær er sagt um eitt land uttan sorgir, eingin nívdur og tyngdur har stríðir, eingin særdur av sjúku har líður. Tonk ein dag eri sjálvur eg har! Halleluja, sum vit skulu frøast! Halleluja hvør ivi er svunnin, aldri aftur vit snáva og møðast komin fram komin heim, heim til Gud! Mær er sagt frá teim snjóhvítu búnum hjá teim himmalsku, frelstu herskarum og um ljóman frá reyðargullkrúnum. Tonk ein dag verði sjálvur eg har! Halleluja so sælur mín andi eins og hoyrir hin himmalska songin, stendur á hvørjum jørðiskum bandi; tí eg veit, eg skal skjótt, eg skal skjótt vera har. Lydia Lithell (Sv.), ( Háberg týddi). Á sæla havn Guds heiløgu, á dýra hvíldarstað! Í tí ei sorgin eigur rúm, ei stúran kennir tað. Eitt ævigt vár og summar søtt har allar ævir er, og blómur fagrar vaksa har, ei líkar nøkrum her. Ei sól, ei máni nýtist tá, og eingin stjørna bjørt; tí Kristus ævigt lýsir teim, og burt svann náttin svørt. ( Danielsen týddi). Lívsins land, mítt eyga teg langt burtur hóma kann, skyggjandi, í fagurleika skrýtt. Handan hav og ódnarveður fjalt tú liggja man, fagra, undurfulla heimland mítt. Manga ferð, tá tú av nýggjum birtist fyri mær. Setti sál og hjarta tú í brand, men ei tað verður leingi til við loystum sangi, eg skal stíga inn í lívsins land. Niðurlag: Á, lívsins land, hvør gott at vera har, sum sálin hvíld um allar ævir fær. Og ei tað verður leingi, til við loystum sangi, eg skal stíga inn í lívsins land. Men av øllum undurfullum, sum eg skoða skal, mest mær leingist tó at síggja hann, Jesus, sum meg frelsti, og sum leiddi meg so væl, hann, hvørs kærleiki mítt hjarta vann. Andlit hans at skoða, mildu rødd hans hoyra har slitið er hvørt jarðarinnar band har sum ei sólin setur, honum prísa betur, tá eg stígi inn í lívsins land. Øssur Berghamar, f. Djarvur stíg á sannleiksleið, ger tað, sum er rætt, framá, vík í stríðnum ei, men fast sum Dániel statt! Niðurlag: Torir tú sum Dániel eina standa her? Torir sannleiki tú fylgja, hvørja leið tað ber? Mangur sterkur maður sveik, táið mest galt um, tá hann sá hin harða leik mót vreiðum fíggindum. Goliat enn falla má fyri tí, sum kann eina her við Gudi stá og líta bert á hann. Halt tí sannleiksmerkið hátt, táið stríðið brann, stinnur statt, tá myrk er nátt, og vinn, sum Dániel vann! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Táið tú eina í stríðnum mást standa, óræddur ver og gev ikki uppat, statt sum ein maður og óttast ei vanda, ræðst ikki fíggindans vreiði og hat! Hvast er Guds orð sum hin hvassasti brandur, treingir seg inn í ta myrkastu vrá, øvund og mótstøðu, lygnir og klandur, alt kanst við orðinum niður tú slá. Ikki tað vóru teir mannsterku flokkar, sum fylgdu Jesusi, tá hann var her; varða teg tí, at ei talið teg lokkar burt av tí leið, sum í Orðinum er! Sannleikin sigrar, um fá honum trúgva, lygnin, hon fellur og fær ikki bót; um henni fylgir hin ótalda rúgva, einaferð verður hon uppskrædd við rót. Um tú skalt líða nú, so sigur orðið: Tú gjøgnum trongd inn til lívið skalt ná! Skjótt situr tú við hitt himmalska borðið, meðan hin gudleysi brennur sum strá. Trúskap er júst tað, sum Jesus vil síggja, trúskap og kærleik og vísdóm og mót; onga tíð nýtist tær undan at flýggja, brátt liggur fíggindin tær fyri fót. Orðið frá Gudi lat á tínum vegi og undir stríðinum leiða tín fót! Tá skalt tú kunna á, merk tað við gleði! Nógv fyri sannleika, einki ímót! Vend undir stríðnum til Jesus títt eyga, lít bert á sannleikans sigrandi mátt! Skjótt verður krúnan av gullinum reyða sett á títt høvur í Himlinum hátt. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Framá, Kristi stríðsmenn, framá, hvør ið kann! Hyggið upp á Jesus, undan stígur hann, leiðir síni herlið gjøgnum vápnagleim! Undir merki hans vit vinna sigur heim. Niðurlag: Framá, Kristi stríðsmenn, framá, hvør ið kann! Hyggið upp á Jesus, undan stígur hann! Fyri Jesu navni Satan flýggja má, í hans navni vit tí brynjað skulu stá; fram, so, Kristi stríðsmenn, hevjið lovsongsrødd, fylkist, øll Guds børn, hvar enn tit eru stødd! Kongar kunnu falla, ríki knúsast brátt, men Guds orð í ævir eiga skal sín mátt; fram, tí, Kristi stríðsmenn, eingin vikna má, bert ein stund so skulu heima hvíld vit fá! Sabine Baring-Gould (Ongl.) ( Háberg týddi). Sáa út á morgni og í middagshita og á kvøldartíma Orðsins góða sáð! Sáa út í trúnni, heystartíðin nærkast, tú skalt koma glaður, bera bundi tá! Niðurlag: Bera bundi inn, bera bundi inn, tú skalt koma glaður, bera bundi inn. Sáa, táið sól er, og tá mjørkin køvir, ræðst ei storm, ei kulda, halt í trúnni á! Skjótt er dagur liðin, hvíldartímin inni; tú skalt koma glaður, bera bundi tá. Far tá, um við tárum, sáa fyri Harran, far um tú ei tøkk, men háð og hat skalt fá! Stríðið er brátt liðugt, síðsta tárið runnið; tú skalt koma glaður, bera bundi tá. Knowles Shaw (Amer.), ( Danielsen týddi). Hoyrið Harran hart at rópa: Hvør vil virka nú í dag? Stórir akrar, lítil manning hvør vil skunda sær avstað? Meistarin á teg nú kallar, ríka løn hann býður tær; hvør vil kvikur aftur svara: Eg skal fara, lova mær? Kanst tú ei um havið fara út í fremmand, heiðin lond, heidningar og heiðið myrkur eru nærri fyri hond. Eigur tú ei nógv at ofra, lat hitt lítla, sum tú kanst! Slíka løn, sum Jesus gevur, aðrar staðir ei tú vanst. Hevur tú ei einglatungu, talar tú sum Paulus ei, tó tú kanst, um bert tú roynir, vísa onkrum lívsins leið; kanst tú ei við dómsins toru skaka bygdir, oyggjar, lond, onkun falnan kanst tú reisa, rætta honum kærleikshond. Kanst tú ei sum vaktarmaður hátt á Zions múri stá, stórum, smáum, høgum, lágum lívsins leiðir vísa á, tú við bønum og við gávum Harrans arbeið virka kann, eins og Áron Móses hondum heldur uppi ger sum hann! Fekk ein annar høvuðssessin, unn tú honum hann við frið! Fingu aðrir størri gávur, set teg ei við teirra lið! Um við skelvan hond tín leiddi eina sál á beinan veg, skalt tú løn í Himli fáa, Harrin skal ei gloyma teg. Lat ei hoyrast slíka talu: Einki virki fyri meg, meðan mannasálir doyggja, og tín Harri kallar teg! Lýð hans orð og far hans vegir, ger tað verk, hann gevur tær, svara skjótt, tá Harrin kallar: Eg skal fara, lova mær! Daniel March (Amer.), ( Danielsen týddi). Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð, full av angist, uttan Gud og uttan vón. Teirra andlit merkt av sorg, eftir lætta suffa tey, teirra hjørtu myrk, og blindað teirra sjón. Niðurlag: ?Eingin brýggjar seg um meg? milliónir gráta, ?eingin brýggjar seg um meg?, hoyr teirra neyð! Vilt tú víga lív títt heilt at bera orðið um tín Frelsara, sum fegin frelsir tey? Neyðar sálir úti har dríva friðleysar avstað, tey tilbiðja teirra gudar uttan svar. Kunnu vit bert hyggja at, meðan mong ein sál í dag fer í ævinleikan, uttan hjálp hon fær. Jesus, hjálp mær stund um stund, at eg lýðin vera man, ei meg undan bera, tá tú kallar meg, men við tínum kærleika dýrum sálum siga kann: Miss ei mótið, Jesus brýggjar seg um teg! Rachel Guiley Alfors. (Øssur Berghamar týddi). b. Gudi at tæna signað er, dýrt fyri menn, fyri kvinnur; sælur er hann, ið virkar her, sálir frá deyðanum vinnur! Einglar og heiløg verða glað, lovsongur ljóðar um Guds stað, táið ein syndari frelsist. Manningin veik á akrinum hvør vil nú Faðir sín æra? Hygg, móti myrkri ævigum sálirnar blindaðar fara, kenna ei Kristus, lívsins ljós, vónleysar stýra sína kós, sorast í briminum sundur! Upp tí við hjarta, munni, hond, elskið í gerð, ei í orðum! Hjartað lat fyllast av tí Ond, sum fall á vitnini forðum! Skilligt tað er, so hvør kann sjá: Neyðin er stór, her hjálpast má, bróðurhond mugu vit rætta. Silvurið, gullið Harrans er, tú ert húshaldari bara; nú kemur Gud og spyr teg her: Hvussu nógv vilt tú meg æra? Kanst tú av hjarta siga tá: Gud tað, tú vilt, tað skalt tú fá! Títt er tað alt, títt aleina! Standið, Guds børn, øll saman tí frelsunnar orð út at breiða! Offur tað kosta má og stríð sálir til lívið at leiða. Harrin vil leggja signing til, orðinum kraft hann geva vil, lomb síni heim vil hann føra. Hans Utbø (Noreg), ( Danielsen týddi). Arbeið, tí náttin kemur, arbeið á morgunstund, arbeið í dagsins tímum, tíðin fer við skund! Arbeið í sólarhita, arbeið, um kvøldið leið, arbeið, tí náttin kemur, tá tú virkar ei! Arbeið, tí náttin kemur, stríð hitt góða stríð, honum, ið gav tær lívið, gev tú tína tíð! Á hinum stuttu stundum ger tað, tú veitst, er gott, arbeið tí náttin kemur, tá tú steðgar brátt! Arbeið, tí náttin kemur! Sólin fer skjótt í kav; arbeið tú fyri Harran, sum tær lív sítt gav! Arbeið til náttarmyrkrið endar alt strev og stríð, arbeið, tí náttin kemur, tá er hvíldartíð! Annie Coghill (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hann leiðir meg; á sæla troyst, mín sál er trygg, frá ótta loyst. Við gleði gangi eg mín veg, tí Harrans hond hon leiðir meg. Niðurlag: Hann leiðir meg, hann leiðir meg, ja, Harrin Jesus leiðir meg. Burt av hans veg ei fari eg, tí Harrin Jesus leiðir meg! Um náttarmyrkur fellur á, um brotið mikla hart kann slá, til Himmals trygt tó nái eg, tí Harrans hond hon leiðir meg. Eg líti á hans sterka arm, eg hvílu fái við hans barm. Um toka villa kann mín veg, tó Harrans hond hon leiðir meg. Skjótt enda skal alt stríð á fold, og skal eg enn í svørtu mold, tá trygt í deyðan fari eg; tí Harrans hond hon leiðir meg! Joseph Gilmore (Amer.), (Jens av Reyni týddi). Sannhjartað, heilhjartað, trúføst og lýðin ynskja vit, Jesus, at vera mót tær og undir merkinum tolin og íðin stríða og vinna, tí hvílan er nær! Niðurlag: Arbeið við gleði! Skjótt aftnar dagur; syng honum lovsong og stríð fyri hann, vís honum trúskap, tæn honum glaður, honum, sum lívið so dýrt okkum vann! Sannhjartað, heilhjartað, fullasta lýdni vilja vit hereftir lata hann sjá; mansliga virkan og sonarligt ídni sjálvboðið, frítt skal sum offur hann fá. Sannhjartað, heilhjartað vilja vit, Harri, undir títt vald leggja kenslur og alt, ráð tú her eina og drag okkum nærri til tín, og æruna eiga tú skalt! Frances Havergal (Ongl.), ( Danielsen týddi). Bjarga teim doyggjandi, reis tey, ið falla, rív tey í miskunn av fíggindans hond, far eftir burtvilstum, bundnum og særdum Jesus vil frelsa tey, loysa øll bond! Niðurlag: Bjarga teim doyggjandi, reis tey, ið falla, Jesus vil frelsa tey før tey til hann! Tóat tey háða hann, bíðar hann tolin, væntar at síggja eitt angursins tár; tala í álvara, vís teimum vandan, fá tey at kenna sítt svíðandi sár. Djúpast í sálunum kenslur enn búgva, kenslur frá Gudi, sum freistarin vann; rørdur av kærleikshond strongurin brostni ljóða av nýggjum við gleði enn kann. Bjarga teim doyggjandi! Jesus teg biður; styrki tú fært, um bert royna tú vilt; før tey á beinan veg, leið tey í tolni, sig teimum lívsins orð skilliga, stilt! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Ei enn, mítt barn, enn dagsins stríð og hita, enn eina stutta tíð á villu vág, í oyðimørk enn nakrar myrkar dagar og síðan sólskin Faðir tínum hjá! Ei enn, eg eigi seyð, sum viltist burtur, hann má við kærleiks rødd tú kalla heim; ja, mong á fjøllunum enn vónleys fjakka, tú sleppa skalt at leita eftir teim. Ei enn; eg eigi børn, sum sorgir líða, far, fell í kærleika við teim eitt tár! Og mong á sjúkrasongini seg geva, far, far, her bløða so mong hjartasár! Ei enn; her eru so mong vónleys hjørtu, her er so myrkt, far tú í trúgv, ger ljóst! Her renna tár hjá faðirleysum, ørmum, far, legg í kærleika tey við títt bróst! So far til tey, sum vónleys falla, doyggja, við Jesu navni har er lívið í, lat ei títt hjarta kølna kanst tú ikki við honum vakja eina stutta tíð! Ja, eina stutta tíð, og síðan kransin, tá tú í dýrd við hásætið skalt stá, tá tú ert latin í tey hvítu klæði, og Lambið prís og tøkk frá tær skal fá! Mrs. Pennefather. ( Danielsen týddi). Bjart várs Faðirs náði skínur yvir hav og yvir lond, og hann okkum beyð at tendra ljós við lágu sjóvarstrond. Niðurlag: Lat hitt lægra ljósið brenna, lýsa bjart og sløkna ei, so ein skúta, stødd í vanda, finna kann ta beinu leið! Dapra syndanáttin dimmist, villar bylgjur ýla hátt, eygu troytt í angist hyggja eftir ljósi í tí nátt. Birt títt veika ljós, mín bróðir! Frelsa kanst tú onkun mann, sum nú vónar havn at náa, bert eitt ljós hann síggja kann. Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Stríðið sannleiksstríð Guds herklæðum í. Mikið vápnagný dynur nær. Brynjað, gyrd og skødd, takið hjálm á høvd, spennið spong og vødd og berjist har. Niðurlag: Reisist, hermenn, fylkist nú um merkið! Reystir, treystir, fremjið sigursferð! Framá, heimá, syngið hosianna! Hetjan Kristus jú á odda er. Fús vit herja á, fíggindan vit slá, málið brátt vit ná fram á leið. Hevjið svørð og skjøld móti myrku vøld, fyri Satans fjøld vit lúta ei. Gud, vár høvdingi, tú Almáttugi, lat herliðini sigur fá! Gev á hvørjum stað kraft til hvørt eitt slag, inntil síðsta dag vit heima stá. Sherwin. ( Zachariassen týddi). Statt stinnur í stríðnum um sannleik og rætt, og Harrin skal greiða tín veg! Og fjallið, tær forðar, skal hann gera slætt tí Jesus, hann vann fyri teg. Niðurlag: Ja, Jesus, hann vann fyri teg, ja, Jesus, hann vann fyri teg, og sigra skalt tú, um tú lítur á hann, sum á krossinum vann fyri teg. Um ódnirnar ýla, um dimm er tín leið, um sólin enn krógvaði seg, so miss ikki mótið, Gud svíkur teg ei. Tí Jesus, hann vann fyri teg! Víst heimurin háða og spotta teg kann, um tú velur sannleikans veg, tey spottaðu Jesus og hataðu hann; men Jesus, hann vann fyri teg. Og teimum, ið enn ganga myrkursins veg mót Helvitis pínu og neyð, sig teimum frá honum, ið vann fyri teg! Hann eisini vann fyri tey. Niðurlag: Hann eisini vann fyri tey, hann eisini vann fyri tey, og tey sigra við, um tey líta á hann, sum á krossinum vann fyri tey. ( Danielsen týddi). Prísa Gudi, lat í morgin hvíla í tíns Faðirs hond! Svíkja kunnu ei hans lyfti, pín við sorg ei tína ond! Hann er trúgvur, hann er trúgvur, legg alt títt bert í hans hond! Trúgv í dag, og lat í morgin bera sína egnu sorg! Hvat so enn títt bróst vil tyngja, Harrin vera vil tín borg; hann er trúgvur, hann er trúgvur, legg á hann bert hvørja sorg! Bið í dag, og lat í morgin bera við sær, hvat hann vil! Hoyr Guds lyfti: Sum tín dagur skal tær styrki leggjast til! Hann er trúgvur, hann er trúgvur, lat so koma, hvat ið vil! Vak í dag, og minst, at morgin kanska aldri koma skal! Tí í dag kann Harrin koma stóra gleði, vón so sæl! Hann er trúgvur, hann er trúgvur, vænta hann, sum koma skal! Stríð í dag og gloym í morgin! Neyðin stór umkring teg er, sálir doyggja, syndin ræður far, hitt dýra sáðið ber! Gud er trúgvur, Gud er trúgvur, hann skal signa tað, tú ger. Vak tí, bið og lít á Harran, virka trúfast dag um dag! Kraft tær gevast skal, tí trúgvur er tann Gud, sum lovar tað; hann er trúgvur, hann er trúgvur, hann, sum koma kann í dag. William Sloan, ( Danielsen týddi). Fav. Eg sendi tykkum út at virka, líða, ólønt, ódámd, ókend, óynskt, ólýdd, at bera háð, at líða spott og hatur; eg sendi tykkum út í virki mítt. Eg sendi tykkum særdum sálum bjargið, ja, vakið, virkið, grátið yvir teim, og berið byrðar teirra falnu, gloymdu, eg sendi tykkum út í allan heim. Eg sendi tykkum einsom og forfjónað, við hjørtum byrðað fyri heimsins neyð, at lata hús og kærar vinir fara, eg sendi tykkum elskið inntil deyð. Eg sendi tykkum sleppið lívsins tráan, tín eginvilja, ynski dýr og kær; ja, haldið á at elska tey, sum hata, eg sendi tykkum bert at tæna mær. Eg sendi tykkum út til tey, sum gráta, at bera blindum sálum frelsuna; til hjørtu herd av øvund og av hatri, eg sendi tykkum smakkið Golgata. Eins og Faðir sendi meg, eg sendi teg! Margaret Clarkson. (Brynleif Hansen týddi). Hoyr eitt róp, sum Harrans Andi higar ber: Sendið ljós, sendið ljós! Dýrar sálir eru til at frelsa her, sendið ljós, sendið ljós! Niðurlag: Sendið ljós! Hitt glaða frelsuboð ljóði frítt frá strond til strond! Sendið ljós! Lat evangelium náa fram um hav og lond! Hoyr eitt róp eitt makedoniskt kall í dag: Sendið ljós, sendið ljós! Má vár Gud nú senda sínar menn avstað sendið ljós, sendið ljós! Lat øll Guds børn biðja nú sum aldri fyrr sendið ljós, sendið ljós at vár Gud má opna sínum orði dyr sendið ljós, sendið ljós! Virkið, ofrið, biðið, eingin troyttast má, sendið ljós, sendið ljós! Harrin vísa skal, hvat hann vil gera tá, sendið ljós, sendið ljós! Charles Gabriel (Amer.), ( Danielsen týddi). Hjarta, tú skalt ikki syrgja, stúra, tú skalt hvíla, njóta Harrans frið! Ikki neyðugt er at óttast, kúra, táið hann teg enn vil kennast við. Aldri gloym hitt loysigjaldið góða, sum kann bøta alla neyð og sorg! Treystur ver, lat takkarsongin ljóða, heim títt minst í ljósu Himmalborg! Ræðst ei Satans skaðapílar mongu, óttast ei hans vreiði, svik og makt! Virka, metta sálirnar tær svongu, vitna orðið, og í bøn halt vakt! Alt, ið fyri Jesus tú kanst gera, hvør ein byrði, tú við honum bart, hundraðfalt tær aftur lønt skal verða, tá hin dag tú lívsins krúnu fært. Anders Nielsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Ella: Eitt landið er, sum eg skal ná, tá stríðið er at enda her, men ei eg veri glaður tá, um krúna mín ei stjørnur ber. Niðurlag: Á, skal eg fá, tá kvøldið er, ta krúnu, sum ei stjørnur ber? Á, má ei, Harri, bíða mær ein krúna stjørnuleys hjá tær! Øll heimsins gleði følna má; tí eina eitt er ynskur mín: At eg frá tær kann náði fá at leiða sálir, Gud, til tín! Forbjóði, Gud, at tað, eg fann á fold, mítt hjarta taka má! Lat onkra sál, sum her eg vann, ta krúnu prýða, eg skal fá! Grant Colfax Tullar, (Jákup Olsen týddi). Ein lítil stund við Jesusi at stríða í allar ævir hvíla honum hjá; ein lítil stund at tola og at líða ein ævi long, har stríð og sorg ei ná. Niðurlag: Halt út tí, sál, og lat ei mótið svinna, statt upp og savna kraft og tol til stríð, í trúnni statt og lat ei svøvnin vinna, men vak við Jesusi enn eina tíð! Ein lítil stund til tap og spott at bera ein ævi long í tøkk kring trónuna; ein lítil stund av krossi tyngdur vera í allar ævir bera krúnuna. Ein lítil stund í freistingum og royndum í allar ævir stilla hvílu har; ein lítil stund á myrkum døgum loyndum ein ævi long, har lív ei enda fær. Jessie Pounds (Amer.), ( Danielsen týddi). Á, sál, ert tú mótleys og byrðað? Ei ljós tú á náttini sær? Tað er ljóst, bert tú hyggur á Jesus, og lív tú í yvirflóð fær. Niðurlag: Vend títt eyga á Jesus, hygg inn í hans andlit so kært, og øll heimsins gleði vil fána burt í tí náði og dýrd, ið tú sært. Hann sigur tær vann gjøgnum deyðan, og honum bert sigra vit við. Ei syndin kann á okkum valda, hann vann okkum fullkomnan frið. Hans orð og hans lyfti ei svíkja; bert trúgv teimum, hvussu ið fer. Far so út í heimin hin myrka og frelsunarboðskapin ber. Helen Lemmel. (Brynleif Hansen týddi). Av Grønlands ísi gráum, úr stóra Afrika, av Russlands fløtum lágum, av Ceylon, Sumatra, úr India skógi grøna, úr Kina, Japan við ótaldar røddir bøna: Ber okkum boð um frið! Hvat hjálpa blómur vakrar, ið Harrin hevur skapt, hvat fløtur, grønir akrar, tá fólkið er fortapt! Til einkis náði nýggja hvønn dagin sendir hann; tey dýrka tað, tey síggja, og gloyma Skaparan. Og kunnu vit nú goyma tað ljós, vit hava sæð, og øll tey mongu gloyma, sum ikki kenna tað? Nei, sig ta søgu góða! Ei nøkur er sum hon; lat náðiboðið ljóða til hvønn fortaptan son! Sum stormur flúgvi Orðið um hav og fjøll og lond, til lívsins boð er borið til havsins ytstu strond! Skjótt kemur hvílan søta til tann, sum stríddi her; ein stutt, ein møðsom løta, og so hann kransin ber. Reginald Heber (Ongl.), ( Danielsen týddi). Ella: Úr mannasálum ljóðar hátt ein gremja bæði dag og nátt, tó fáur hana skilir; ímillum látur, lyst og leik seg sorgin sníkir, døpur, bleik, ei suffið sárt seg dylur. Men tú, Guds barn, tú skilir tað, tann sorg, ið tyngir ættina, er kend í tínum barmi; tú kennir væl ta angistrødd, tú veitst, hvar sorgin verður grødd: Í Harrans kærleiksarmi. Tú hevur hoyrt hitt gleðiljóð, sum kveikir ljós, ger hjørtu fró, um lívið av Guds náði; tín sál fekk lív, títt hjarta troyst, tín tunga, bundin fyrr, varð loyst, burt svunnu neyð og váði. Fyrst tá Guds Effata í sinn sum snarljós sterka treingir inn, tað ljósnar yvir dalar, tá streymar lívsins vatn í ond, og vørrin uttan tungubond um lív og frelsu talar. Theodor Oldenburg (Danm.), ( Danielsen týddi). (I). (II). (III). Hvør á Harrans síðu fram seg stilla vil? Hvør hitt góða stríðið frítt seg bjóðar til? Hvør vil heimin vraka? Hvør vil siga: Nei! Greiða støðu taka, ganga Harrans leið; vit á Harrans síðu, náði tíni við, fram nú vilja stíga, nær at tíni lið! Fjart frá tær vit stóðu, full av sorg og sút, men við tínum blóði loyst vit eru út. Tann, ið til tín kemur, fylling tína fær, vilja tín hann fremur, eggjaður av tær. Endurloyst, útfríað, náði tíni við, vit í hernað stíga, nær við tína lið! Fremmand her at vera, kend, sum ikki fyrr, vald hans boð at bera, sett í Kongsins hirð. Burt úr Harrans heri rekið svøvn og rús, eldhugað nú verðið, trúføst, djørv og fús. Varða okkum, Harri, náði tíni við, støðuføst og nærri, nærri tíni lið. Hvast kann stríðið vera, sterkur fíggindin, Kongsins orð tó gera vísan sigurin. Halt tí á ótroyttur, fylkist øll um hann, sannleikin óbroyttur aldri vikast kann. Glað á tína síðu, náði tíni við, vit í vápnagnýið stíga, tær við lið! Frances Havergal ( ). ( Zachariassen týddi). Bk. Heilt til endan mást tú stríða, hvussu ilt tú enn skalt líða; aldri mást tú gevast, sál! Men tá myrkrið dimt man falla, og tú vilt á Jesus kalla, skal hann føra teg á mál. Táið brot og stormar ýla, kanst tú trygt hjá honum hvíla, Harrans armur viknar ei; tann, ið Gud um hjálp vil biðja, hann skal aldri kunna siga, at hann fekk frá honum nei. Far, har tú kanst vera eina, tala so við Gud aleina um títt stríð og tína neyð! Og kanst eingi orð tú finna, so lat tøgn hans hjarta vinna, men hav trúgv, sum Harrin beyð! Suffið her úr deyðans dali skal í høga Himmalsali náa inn til Harrans borð; fram til Gud vil Jesus trína, tína bøn ger hann til sína, Andin lænir henni orð. Halt tí á til síðsta enda, aldri mást tú aftur venda, ansa hesum orðum væl: Tann, sum biður, hann skal fáa, tann sum bankar, inn skal náa, tann sum leitar, finna skal! Fredrik Beskow (Sv.), ( Danielsen týddi). Liv fyri Jesus! Hetta lívið eina vert at liva er; hesum vini fram um øðrum kærleik tín sum offur ber! Liv fyri Jesus! Ognir, heiður, alt, ið lívið bjóða kann, gevur ei ein stuttan tíma tær ein slíkan frið sum hann. Liv fyri Jesus! Savna sálir um hans kross, og ger tað nú! Skunda tær, tí náttin kemur, tá ei longur virkar tú! Túsund, túsund dýrum sálum leingist lív og ljós at fá; tala tú við tær um Jesus, meðan enn tú kanst tær ná! Sig teim, hvat tú sjálvur eigur, vitna tað, tú hevur sæð: Jesus livir, Jesus elskar, Jesus frelsir sig teim tað! Liv fyri Jesus! Ofra honum lívsins sterka, fagra vár, ofra tína manndómsmegi, ofra honum elliár! Ofra alt! Tí so hann býður, alt hann hevur ofrað tær, tá hann vanvirdur og armur krossins træ á foldum bar. Ofra alt! Tí eingin hevur iðrað seg um hetta stig; liv fyri Jesus, til tú trínur inn í ríki hans við frið! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Úti í myrkri, leinkjað og blind, doyr mong ein sálin, sokkin í synd. Fáur við gleðiboðunum fer. Einasta leiðin ?kærleiki? er, einasta leiðin ?kærleiki? er. Hugsa um Jesus, minst hvussu hann heimin við sínum kærleika vann. Lær meg at elska, Jesus, sum tú, vinna fortapt við kærleika nú, vinna fortapt við kærleika nú. Mangur nú bíðar, hyggur at tær, tigandi bert og kaldan teg sær. Liv fyri Jesus, tala um hann, kærleiki einans vinna tey kann, kærleiki einans vinna tey kann. Kærleiki verdur meira enn gull, sermerkir gleðiboðini full. Lær meg at elska, vitna um teg, sálir at vinna kærleikans veg, sálir at vinna kærleikans veg. Flora Kirkland. ( Zachariassen týddi). Táið lívsins vandasjógvar bróta hátt, rundan um teg, innan í tær, alt er nátt, tel tá allar Harrans gávur, smátt og stórt, síggj við undran tað, sum Harrin hevur gjørt! Niðurlag: Tel Guds gávur, bæði smátt og stórt, tel tær, skoða tað, hann hevur gjørt! Tel Guds gávur, bæði smátt og stórt, síggj við undran tað, sum Harrin hevur gjørt! Ert tú troyttur, tyngir lívsins sorg og kvøl, tykist tungur krossurin, og leiðin smøl? Tel tá Harrans gávur, og tú síggja skalt, tú skalt fara sigrandi ígjøgnum alt! Hugsar tú um jarðarríkis gull og fæ? Er tað ei nóg nógv at hava Gud í dag! Tel Guds gávur! Gull ei kundi vunnið tær tína ogn í Himli ella heimið har. So ígjøgnum stríðið, um tað enn er hart, miss ei mótið, um tú ongan útveg sært! Tel Guds gávur! Einglar skulu fylgja tær, til títt eyga perluportrið opið sær. Johnson Oatmann (Ongl.), ( Danielsen týddi). Upp til arbeiðis nú, stíg í Meistarans spor! Tit Guds børn, havið trúgv á hans skrivaða orð! Halt í bønini út, slít øll hindrandi bond, halt so fram, ger við kraft, tað, ið er fyri hond! Niðurlag: Haldið á, haldið á! Haldið á, haldið á! Havið mót, havið trúgv, og virkið, tí hann kemur skjótt! Upp til arbeiðis nú, gev teim hungrandi breyð, leið til lívsvatnið øll tey, sum tysta í neyð! Vit um blóðið á Golgata tala, og hví? Tí vit sóu, at frelsandi kraft er í tí. Upp til arbeiðis nú! Her er nokk fyri øll, nú ið myrkur og lygn skulu rekast úr høll, nú, ið kunngerast skal yvir land, yvir hav um ta frelsandi kraft, Gud í blóðinum gav. Upp til arbeiðis nú eina stokkuta tíð! Skjótt so heysta vit gleði og frið eftir stríð; hvílan kemur nú skjótt, og tá syngja vit har um ta frelsandi kraft, sum í blóðinum var. Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Harrin vil ikki, at nakar fortapist Jesus í Himlinum verðina sá fátæka, falna hann elskaði hana so, at hann deyður hekk krossinum á. Sálir fortapast! Tær um okkum flokkast, sálir, sum drukna í syndanna flóð; Jesus vil frelsa, men fá bera boðið, boðið um Jesusar frelsandi blóð. Harrin vil ikki, at nakar fortapist latin í hold várt og okkara kor kom hann at frelsa, at grøða hvørt hjarta, tala til fangar hitt loysandi orð. Sálir fortapast, hoyr, heystið, tað gongur ov lítil manning, og brátt verður nátt! Jesus, hann kallar teg, skunda tær, bróðir! Lønin er blóðkeyptar sálir hvør gott! Nógv tíð til mítt, men til Jesus so lítil, tíð til alt verk og til ónyttu við; men til Guds gerning er lítil tíð eftir, sálum at hjálpa til lív og til frið. Sálir fortapast! Hoyr, hoyr, hvat tey rópa: Ber okkum Jesus, ta einastu vón! Vit eru nívd undir ov tungum byrðum, blindað av gráti er okkara sjón! Harrin vil ikki, at nakar fortapist. Fylgi eg honum, og orki eg tá longur at síggja, at sálirnar søkka, doyggjandi, tí at mín hjálp vantar á? Sálir fortapast, men Gud vil tað ikki fyrigev, Harri og tak burtur her alt, okkum forðar, og gev, at vit liva fyri ta løn, sum í Himlinum er! (Jákup Olsen týddi). Kom, sig eitt orð um Jesus, tín vin og Frelsara, sig frá, sig frá um, hvussu tú komst til hansara! Niðurlag: Kom, sig eitt orð um Jesus! Sum øll vit styrkjast við; eitt lítið orð um Jesus, syng, vitna ella bið! Kom, sig eitt orð um Jesus, sum synd tær fyrigav, um náðina, sum loysti tær tungu leinkjur av! Kom, sig eitt orð um Jesus! Er tað ov tungt hjá tær at vitna um hans náði, sum syndir tínar bar? Kom, sig eitt orð um Jesus, og ger tað nú í dag! Tín egna sál vil gleðast, og okkum styrkir tað. Kom, sig eitt orð um Jesus, hvør lítil trúgv tín er! Stíg fram bert, armur, veikur alt annað Harrin ger! Fanny Crosby (Amer.), ( Danielsen týddi). Fav. IV. Einans eitt lív at ofra, Jesus, á, Harri mín, og einans eina tungu at bera prís til tín. Einans eitt hjarta halgað, Harri, á mátti tað verðið ómáldu dýrd tíni vígt aleina, og at tænt tær í dag. Bert henda stund er mín, Gud, nýt hana fyri teg! Mátti hvør einstøk løta merkt meg av ævini. Sálir íkring meg doyggja, doyggja í synd og neyð. Hjálp mær boðið um Golgata kross at bera, sum tú sjálvur mær beyð. Einans eitt lív at ofra, tak tað, eg biði teg! Einki eg haldi aftur, vilja tín lýði eg. Tú gavst jú alt títt egna fyri at bjarga mær, tak tí lív mítt, á, Gud, so at tað kann nýtast hvørja løtu av tær! Avis Christiansen. ( Zachariassen týddi). Harrin gav eitt merki til sítt veika lið, reytt og fagurt blaktrar tað; okkum boð tað ber um sigur, náði, frið, vit við gleði reisa tað. Niðurlag Glaður fram í stríðnum far, tí sigurin er okkara! Jesus valdið ber, sigur er undir merki hansara. Um enn fíggindin seg savnar sum ein flóð, vilja vit ei ræðast hann; farið fram við songi og við fríum móð, stríðið fyri sannleikan! Yvir hav og land, ja, runt ta víðu jørð hitt blóðsmerkið reisast má; vitnið, syngið, berið boðið: Ein og hvør, tann, sum trýr, skal frelsu fá! Skjótt hin ljósa morgun Harrans fólk skal sjá, vunnin er tá sigurin; Harrans fíggindar í myrkri flýggja tá, sigrað hevur krossurin. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). ( ). ( ). Statt upp, statt upp fyri Jesus! Tit stríðsmenn, haldið á, lyft høgt hans kongamerki, tað ikki dálkast má! Frá sigri og til sigurs hann leiða vil sítt lið, til fíggindin er feldur, og ríkið hevur frið. Statt upp, statt upp fyri Jesus, nú kallinum gev ans, fram til hitt stóra stríðið á dýrdardegi hans! Sum menn nú tænið honum, og lat hann trúskap sjá, lat mót við vanda vaksa her hart mót hørðum má! Statt upp, statt upp fyri Jesus, statt í hans styrki bert! Um maður er títt álit, tá skjótt tú fallin ert; tak skjøld og svørð og brynju, í frelsuhjálmin far, har plikt og vandi veittra, ei mást tú saknast har. Statt upp, statt upp fyri Jesus! Ei langt er hetta stríð; skjótt hoyrist sigurssongur, skjótt tagnar vápnagný. Til tann, ið treystur stendur, ein kransur goymdur er; hann skal í ævir hvíla, tá stríð er endað her. Ella: ( ). ( ). Niðurlag: Statt upp fyri Jesus! Tit stríðsmenn, haldið á, lyft høgt hans kongamerki, tað ikki, tað ikki dálkast má! George Duffield (Amer.), ( Danielsen týddi). Sælur tú, sum sáar fram við vøtnini lívsins orð um náði, kærleika og frið! Sálir doyggja kring teg, LÍVIÐ kennir tú; virka tíðin rennur sáa, sáa nú. Niðurlag: Sælur tú, sum sáar! Trúgvur, íðin ver! Harrans orð er sáðið, lívskraft í tí er. Skjótt skal Jesus koma, løn hann ber við sær; tú, sum tænir Gudi, far og sáa, far! Í eitt sárað hjarta sáa kærleiks sáð, bið, at heystsins Harri tað vælsigna má! Syndaranum harða milt Guds sannleik sig, royn at vinna sálir, sáa út og bið! Skuldi hondin troyttast, fekk tín fótur sár, er í dag tín gøta trongri enn í gjár sáa, um við gráti, far til Gud á knæ, og tú gyltan ávøkst síggja skalt ein dag. Skulu tár enn væta hvørja foyru tá, jørðina tey bloyta fyri orðsins sáð, skjótt tey gyltu bundi fram tú bera skalt fyri Harrans føtur gloymt er stríðið alt! ( Danielsen týddi). Skal eg, ein krossins stríðsmaður, sum lív og frelsu vann, við Jesu navn nú skamma meg og kennast ei við hann! Skal eg nú spilla míni ár til latan svøvn og dreym, tá onnur toldu blóðigt stríð og vunnu storm og streym! Er verðin ei mín fíggindi! Man væl hon vilja mær! Er hon ei móti Gudi nú, sum alla tíð hon var! Tann, ráða vil, hann líða má Gud, styrk tú hjarta mítt at tola, stríða, vakja her og elska ríki títt! Tullius O'Kane (Amer.), ( Danielsen týddi). Tak mína rødd, eg gevi hana glaður, lat hana altíð gera navn títt stórt. Tak mína tungu, so um teg hon talar, prísar tær fyri alt, tú hevur gjørt. Niðurlag: Tak tú mín kærleik, ger hann heitan, sannan, reinan og heilan, vígdan eina tær. Rív meg úr freisting, synd og eginvilja, til tú av sonnum ræður yvir mær. Tak mínar hendur, lat tær signing bera, nýt tær at virka eina fyri teg. Tak mínar føtur, lat teir fúsar fara ørindi tíni á tí smala veg. Tak tú mítt hjarta, lat tað altíð brenna, ódeilt og heilt í kærleika til tín. Tak tú mítt lív, tak allan sum eg eri, halga tær likam, sál og anda mín. Oswald Smith, ( Zachariassen týddi). Far, arbeið, gev og givin verð, við gleði Gudi tæni tú! So stríddu Guds menn forðum her er leiðin ei hin sama nú! Far, arbeið, fruktin vissað er; tap her er ævig vinning har; ei menn tær prísa, løna her, men hvat kann maður gagna tær! Mong sálin doyr við tína lið foruttan ljós á myrku leið; lyft ljósið høgt, vak, virka, bið, ber orðið fram og troyttast ei! So gleð teg, um tín sál er mødd! Skjótt endar stríðið, hvílan nær; skjótt skalt tú hoyra Jesu rødd, og sælur tann, sum trúgvur var! Horatius Bonar (Skotl.), ( Danielsen týddi). Komið og syngið sameint her: Frelsa frí! Songurin hjá Guds børnum er: Frelsa frí! Sleppið nú tí, sum forða man, so okkum Andin fylla kann, og vit við songi æra hann: Frelsa frí! Niðurlag: Frelsa frí, frelsa frí! Komið og syngið sameint her: Frelsa frí! Syngið nú glað úr hjartans grund: Frelsa frí! Ljóði við frøi hvørja stund: Frelsa frí! Blóðið úr synd oss hevur loyst, Andin ber okkum ljós og troyst, hevur í hjartað gleði oyst; frelsa frí! Kristus jú várar syndir bar, frelsa frí; við honum arv hvørt Guds barn fær; frelsa frí! Og um hin Óndi herjar á, hann er vár hjálp og verja tá; trygt vit til Himmallandið ná; frelsa frí! Howard Kingsbury. ( Danielsen týddi). Av degi brátt nú lýsir, skjótt morgunstjørnan vísir, at náttin liðin er; upp, myrkrið nú má flýggja alt fyri degnum nýggja, sum sól og summar við sær ber! Ja, skjótt mót degi stundar, og hvør er hann, sum blundar í tómum dreymum tá! Til ljós hvør upp má standa og lyfta upp sín anda til hann, sum brátt nú koma má. Nú burt við hjørtum hálvum! Hvør ansi nú sær sjálvum í ljós av deginum! Burt alt, sum ei kann bera, tað ljós, sum tá skal vera, og vísur ver í hjartanum! So fylgið tá Guds orði frá nú í hvørjum spori, vit ganga skulu her! Tá skulu frukt vit skoða, til vit í dagsins loga tilbiðja hann, har nátt ei er. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Yvirvinna, sigra skulu vit nú, tí Jesu blóð og deyði keypti okkum frí! Harrin er við okkum, tí vit víkja ei, lúta mátti hvør, sum upp mót honum steig. Niðurlag: Stíg nú fram og vinn við hans blóð, við hans blóð! Tú skalt fáa sigurin við hans blóð, við hans blóð. Lambið dripna sigur vann, vit nú sigra gjøgnum hann; meir enn sigra skulu vit, meir enn sigra skulu vit. Í Guds navni fram vit ganga, loyst og frí, vinna móti synd og Satan hetta stríð; Guds er æran øll og ikki okkara fyri sigurin og frelsu blóðkeypta. Frelsarin vil manna geva her til tann, sum í stríðnum stinnur stóð og sigur vann; sigursmerkið hann í staðnum gylta fær, klæði hvít og krúnan bíða honum har. Morris. (Jákup Olsen týddi). Sum ein viti statt við tíðarinnar hav! Sálir ganga burtur, vita ikki av; birt eitt ljós! Tí stórt er verkið, Gud tær gav; vitna greitt um náðina! Niðurlag: Vitna greitt um náðina, vitna greitt um náðina! Meðan Harrin lív tær unnir, birt títt ljós, vitna greitt um náðina! Á, so mong ein mannasál í vanda er! Synd og lygn og órættvísi valda her; birt títt ljós, so ávaring tað mongum ber, vitna greitt um náðina! Fjal ei burtur ljósið, tú frá Gudi fekk, lat tað lýsa mongum, sum í myrkri gekk, lætta tunga dimmið, sum á sálum hekk, vitna greitt um náðina! Liv tá fyri Jesus allan lívsins dag! Lívið eittans er, og lat hann eiga tað! Lýs í myrkrinum, ger vónleys hjørtu glað, vitna greitt um náðina! Johnson Oatman (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hygg nú, bróðir, sigursmerkið reist er fyri tær! Hjálparlið langt burtur hómast, sigurin er nær. Niðurlag: Haldið skansan, tí eg komi! Boðar Jesus nú, og vit svara: Ja, vit skulu, hjálpir eina tú! Veldigt lið og Satan fremstur harða álop ger; sterkir menn kring okkum falla, mót várt lítið er. Men, hygg, merkið fríða blaktrar, Guds basún er blást! Halt tí fram, í Jesu navn tú sigur vinna mást! Hart og leingi stríðið leikar hjálpin verður skjót; hann, ið koma skal, ei drálar mót tí, bróðir, mót! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). III. Miss ikki mótið, hvussu fer! Harrin skal hjálpa tær. Undir hans náðiveingjum verð! Harrin skal hjálpa tær. Niðurlag: Harrin skal hjálpa tær, hvønn lívsins dag á hvørjum stað, Harrin skal hjálpa tær, Harrin skal hjálpa tær. Gjøgnum hvønn myrkan, trongan dag Harrin skal hjálpa tær; er vandin stórur, gloym ei tað: Harrin skal hjálpa tær! Alt, ið tær tørvar, gevur hann; Harrin skal hjálpa tær! Trúgv honum, ei hann svíkja kann! Harrin skal hjálpa tær. Einsligur, skildur vinum frá Harrin skal hjálpa tær! Frið skal hitt tyngda hjartað fá! Harrin skal hjálpa tær. Hvussu so hørð, ið royndin er, Harrin skal hjálpa tær; hvíl í hans favni, hann teg ber! Harrin skal hjálpa tær. Civilla Durfee Martin, f. ( Danielsen týddi). Á bróðir, sig frá, hvussu tú Jesus fann, kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Um, hvussu tú við krossin fekst frið við hann, kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Hvussu hann varð títt ljós, hitt heimsins Ljós, og teg náði sína kenna læt og er ein trúgvur vinur á trongu kós kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Niðurlag: Kom og vitna um tað aftur, vitna eina ferð aftrat! Hetta boð er vert at bera, tað títt hjarta lætt skal gera; kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Sig, hjálpti ikki Jesus, tá myrkast var? Kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Var hondin ikki eym, sum teg uppi bar? Kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Slíkan vin tú ikki á foldum fanst, slíkt eitt ljós, tá tú í myrkri sat; á, vitna frítt um hann, meðan enn tú kanst, kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Tín bundna sál varð frí, arma hjartað ríkt; kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Tú hevði aldri droymt um at finna slíkt; kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Hjørtu sár og trong eru runt um teg, kámt er mangt eitt eyga, sum tað græt; á, ljósið lýsa lat á tí myrka veg, kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Um stríðini, tú stríddi og sigur vann, kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Tí sál, sum minni roynd er, tað hjálpa kann; kom og vitna um tað eina ferð aftrat! Mangan beisk er syndin at berjast við, men halt fram, ei mótið søkka lat! Tá leiða skalt tú onnur til lív og frið; kom og vitna um tað eina ferð aftrat! White. ( Danielsen týddi). Vilt tú ofra alt til Jesus, alt, sum dýrt er fyri tær? Hann frá syndini teg loysti, og um dómsins vøtn teg bar. Niðurlag: Jesus, tak tú alt, eg eigi, lív og framtíð, hjarta mítt, sansir, gávur, evni, heilsu. Kundi eg tær nakað sýtt. Tú við blóði hevur keypt meg, likam, sál, ja, alt er títt. Einaferð tín sál varð bjargað, men hans egna lív tað galt. Longsilsfult nú teg hann bønar: Barn mítt, vilt tú ofra alt? Søt tín hvíla her skal verða, um tú ofrar honum alt. Men hvør stórt, tá Jesus sigur: Her er løn tín væl var valt! Zachariassen, f. Til skammar verður ikki tann, sum Harrans lyfti lítur á; um eingin sál vil skilja hann, hann aldri vónbrotin skal stá. Niðurlag: Nei, aldri eg til skammar verði, meg ikki nær hin ónda makt; tí vikast fjøll og heyggjar burt úr stað, ei svíkur Harrans náðipakt. Á, signað, sæl hin sálin er, sum fyri Gudi stendur still, sum ei til aðrar keldur fer, um vandi, ivi hótta vill! Hin Gud, meg tekur til sín brátt, hin Frelsari eg skjótt skal sjá nei, aldri er so myrk ein nátt, ei hann er nokk at líta á! Victor Danielsen, III. Táið gleðina sorgin køva vil, kennir Faðirin alla vára leið; gleði er, sum ei vetur sleppur til, í tí landi, har rósur følna ei. Niðurlag: Í tí landi, har rósur følna ei, og har eingin av synd og sorgum leið á, vit hitta vinir har har ei gleðin enda fær, í tí landi, har rósur følna ei! Følnar vónin, sum heystardag hvørt blað, lat ei mótloysi boyggja okkum, nei! Skjótt hjá Jesusi savnast vit øll glað, í tí landi, har rósur følna ei. Lít á kærleik hans enn sum áður tá, hvíl í Harranum, skjótt er gøtan greið! Tí vit skulu hans ásjón ævigt sjá í tí landi, har rósur følna ei. Eliza Hewitt (Amer.), ( Danielsen týddi). III. Hví skal eg tungur vera, hví falla skuggar á, hví skal eg missa mótið, sum onga hjálp eg sá, tá Jesus er mín lutur á øllum lívsins veg! Hann spurvin ikki gloymir, og eg veit, hann varðar meg. Niðurlag: Mín sál í honum gleðist, er frí, tí syngi eg; tí hann spurvin ikki gloymir, og eg veit, hann varðar meg. Latið ei hjartað óttast! Á kæra, eyma rødd! Burt svinnur ótti, ivi, og sálin verður grødd; eitt stig í senn á vegnum, ei meiri krevji eg; hann spurvin ikki gloymir, og eg veit, hann varðar meg. Hvørja ferð freisting kemur, hvørja ferð dimm er leið, táið eg ei kann syngja og orki vóna ei, eg leiti honum nærri, og hjálpin verði eg; hann spurvin ikki gloymir, og eg veit, hann varðar meg. Charles Gabriel (Amer.), ( Danielsen týddi). Verðin eigur ei tað myrkur, at eitt smíl ei ljóst tað ger; gakk tí við smíli fram tín veg! Eingi skýggj so dimm, at sólin ikki omanfyri er so eftir roynd skal Harrin troysta teg. Niðurlag: Tú við sólskinssmíli himmalvegin slætta kann, so ei sigur lívsins sorg og stúran á tær vann; ivi, ótti lúta má, hægstu signing skalt tú ná, um við smíli tína leið tú slætta kann. Tá títt lívshav brúsar harðast, tykist øgiligt at sjá, smíl burt tað, sum ger hjartað møtt! Óframkomiligt kann tykjast fram tó, vend tær ikki á, tí sólin bjørt skal skína aftur skjótt! Táið fíggindarnir herja á teg, svíkur hjartað tá, halt somu kós, tí Gud er nær! Gakk við smíli djarvur fram, og tú frá honum hjálp skalt fá, og lívsins krúnu skal hann geva tær! Margaret Parker. ( Danielsen týddi). Legg títt lív á Guds altar í dag, hann kallar á teg, júst teg. Legg títt lív á Guds altar í dag, og legg í Guds hond nú tín veg. Hygg, markin er búgvin til heyst, men arbeiðsmenn fáar sært tú. Legg títt lív á Guds altar í dag, hann kallar á teg, júst nú. Gud, á altar títt leggi eg alt, meg sjálvan, mín veg, mítt lív. Gud, á altar títt leggi eg alt, av ólýdnisvegi meg rív. Tak ynski og kærleika mín, mín vilja, mítt tol, mína tíð. Tak og nýt hetta sjálvur hvønn dag, bert tænastu tíni í. Zachariassen, f. Táið skuggar á teg tyngja, táið dagur dapur varð, ja, á morgni og á midnátt, besti vinur tín er nær. Niðurlag: Altíð nær, altíð nær, besti vinur tín er nær; stundir glaðar, myrkir dagar besti vinur tín er nær. Táið mótið nærum svíkur, táið troystin tørvar tær, ein er tá, sum ei tær sleppir besti vinur tín er nær. Táið vónin dýra sveik teg, sorgin beisk í hjartað skar, hann, sum grát tín sær og kennir besti vinur tín er nær. Ferðast tú um skuggadalin, óttast ikki, ein teg sær! Ein er hann, sum við tær gongur besti vinur tín er nær. Isabel Allan. ( Danielsen týddi). St. Fjart út um himmalhválvið, fjarri enn sólin sær, hægri enn stjørnur tindra, har kall títt og bøn tín nær. Andin úr jarðarbýli hevjar sítt veingjapar, bankar á himmalportrið og søkir sín Faðir har. Trong er hin víða verøld, stutt røkkur vinarhond, eina á himmalhæddum fær hvílu tín troytta ond. Dimmasta nátt skal lætta, linna tín sorg so drúgv, bert tú í trúgv vilt stíga um himmalsins bønarbrúgv. Armasta barn, ið biður, livir sítt lív so trygt, megnar nógv meir enn hetjan, ið borgina hevur bygt. Á tú, sum suffar, biður, minst, hvat enn níva má: Inn at Guds egna hjarta, øll suff, allar bønir ná! Augusta Lönborg. ( Zachariassen týddi). Um stormur og myrkur er sál tíni í, um Satan og heimurin herja til stríð, um vantrúgv og ivi ger hjarta títt sárt og pínir á nátt sum á degi teg svárt lít, lít tá á Gud! Um fíggindin stakk teg, og vinurin sveik, tær vónbrotnum slepti til einsligan leik, teg dømdi í falli, men grøddi teg ei, tá særdur úr slagnum tú sløðrandi steig lít, lít tá á Gud! Um mjølið og oljan er uppi hjá tær, um neyð bert og deyða tú stúrandi sær, um eingin Elias til einkjuna fer, har einslig og ósædd hon sorgina ber lít, lít tá á Gud! Var eydnan tær blíð, fekst tú rennandi streym, gloym ikki at rokna tað bert sum ein dreym! Ja, lyfti tær heiður á tíðindavág, og legði í kjalarvatn øvundin tá lít, lít tá á Gud! Og følnaðu kransarnir, blómurnar við, er høvur títt gránað, og tyngjast tær stig, um náddur at ævinnar portri tú er, har øll ganga inn, men har út eingin fer lít, lít tá á Gud! Stadling (Sv.). ( Danielsen týddi). Til signing ver á øllum tínum vegi, tú sál, sum so av Gudi signað varð, fekst lut í lyftisins tí søtu gleði, í øllum, sum Guds frelsa við sær bar! Til signing ver har heima millum tíni, gev teimum av tí náði, tær er veitt, har fram um allar staðir ljós títt skíni tað ger tað, er bert hjartað glatt og heitt. Til signing teimum ver, sum einslig stríða, í sorg og sakni, sjúkdómi og neyð! Og glaður gev! Tú eigur atgongd fría til allan ríkdóm Guds, sum hann tær beyð. Til signing honum ver, sum hevur byrjað at leingjast eftir frelsuna at fá, vís honum hann, sum eymliga man spyrja um vilsta lambið, myrku fjøllum á! Til signing ver á øllum lívsins leiðum, og royn at draga sálirnar til Gud, ber fram ein vitnisburð við orðum greiðum, fá menn at velja sær hin sæla lut! Til signing ver, ið hvar tín fótur ferðast! Og hittir onkun tú, sum vil tær ilt, til semju altíð lat ein útveg gerast, og tala um Guds kærleik, sterkt og milt! Til signing ver! Lat aldri, aldri vikna hin kærleik, sum Gud legði í títt bróst! Tú, Harri, læri okkum elska, signa og vera ljós og gera øðrum ljóst! Vilhelm Gregersen (Danm.), ( Danielsen týddi). III. Bíða ikki, inntil tú kanst gera okkurt stórt, lat ei hugin flúgva langan veg! Dagsins smáu skyldur síggjast lat, tú hevur gjørt lýs upp, har Gud tín setti teg. Niðurlag: Lýs upp, har Gud tín setti teg, lýs upp, har Gud tín setti teg! Onkra vilsta sál tú leiða kanst á beinan veg; lýs upp, har Gud tín setti teg! Skýggini tey dimmu kanst tú lætta, gera ljóst; lat ei forða tær hitt stóra eg! Lætt við glaðum songi okkurt byrðað mannabróst lýs upp, har Gud tín setti teg! Hvørja gávu, tær er givin, kanst tú nýta her; vís á Jesus, onnur hjørtu gleð! Rætt út veiku hond og sálum lívsins breyðið ber lýs upp, har Gud tín setti teg! Ina Dudley Ogdon. ( Danielsen týddi). Jesus livir, Jesus livir og kann ikki broyta seg! Meir enn vinir, heim og framtíð alt er Jesus fyri meg, vegur, tá mær fjald er leiðin, ljós á myrku vandaferð, alt á jørð og alt í Himli alt í ævir Jesus er! Burtur tí við sorg og iva, óttafullu hví, farvæl! Jesus elskar allar dagar, eg í honum hvíla skal; hann, sum doyði, livir ævigt, lyfti hans meg svíkja ei, hann, sum gav mær stað har uppi, sigur ei á foldum nei! Tí kann eg nú ikki stúra, Jesus hugsar jú um alt, gevur alt, sum mær kann tørva, hjálpir mest, tá mest tað galt; hann, sum blómur letur grógva, fuglin letur føði fá, honum vil eg lovsong bera, hann í hvørji neyð veit ráð. Navnið Jesus fái heiður yvir hav og yvir fjøll! Vit um hetta navnið tala, bera boð um tað til øll. Í teim høgu, ljósu høllum hetta navnið lovsong fær, og á jørð í øllum songi tað hin besti tónin var. Lyeween. ( Danielsen týddi). Vit velta, og vit sáa, og dýrka vári lond, men tann, ið vøkstin gevur, er Guds alvalda hond; hann sendir vetrarkava og summarregn og sól, sum grasið fær at vaksa og hvørja plantu ól. Niðurlag: Signing øll og gáva, av Himli send hon er; gev Gudi tøkk, gev Gudi tøkk, og honum lov fram ber! Hann, hann er tann, sum virkar alt, bæði fjart og nær, hvør blóma og tær stjørnur, ið lýsa uppi har; hann stormur, bylgjur akta, og fuglin føðir hann; hann mangan minni barn sítt á foldum gloyma kann. Tí takka vit tær, Faðir! Frá tær hvør gáva er, lív, heilsa, lukka, friður; vit lov tær veita her, tak móti várum gávum, og mest tú okkum lær eitt eyðmjúkt, takksamt hjarta hvønn dag at bera tær! Cladius. ( Danielsen týddi). Hægri enn hægstu hábornu heimsins, ber hann av øllum, aldanna Gud, hann sum við orði skapti alheimin, stjørnur og mánar, sól og hvønn lut. Hvør kom tær nær í metum av tignum, hvør torir líkna seg við títt vald? Boygg teg, mín sál, í øsku og dust, tí hóskandi væl hon har verður fjald. Har hon í verkjum eymkandi liggur, rættvísa dómin eigur hon á, sannførd um revsan, syndini fylgir, eyðmýkt í angri verður hon tá. Heiløg er lógin, givin av Gudi, eldslogum líkt hans eyga jú er. Einki kann fjala, hvar skal eg fara? Øska og dust ei skjól geva her. Gud gjøgnum Jesus Frelsari gjørdist, syndbótarvegin eyðmjúkur gekk, niður til mín í syndanna díki, loyst meg úr Satans leinkjum hann fekk. Hálovað navn títt, sál mín tær prísar, stórleikadýrdin, øll er hon tín. Skaparin falna skapningin valdi brúður at vera, leidda til sín. Jógvan Gerðalíð, f. Ikki tú óttast mást, tí Harrin er tær nær. Hann sær tín veg og tíni tár, og hann skal hjálpa tær. Um torfør gøtan er, so hevur hann tað sæð. Tá tíðin kom, varð myrka nátt brátt vend í ljósan dag. Hevur títt hjarta sorg, um sinnið byrðar ber, ei óttast meir, legg byrði av, tí Harrin loðsur er. Hann er á hvørjum stað, úr vanda hjálpa kann. Hans verk tær signing bera skal, um bert tú lýður hann. Hægri enn hugsan tín er vegur hans og ráð. Við leiðslu hans tú mangan her ei nakran útveg sá. Tó Harrans hondum í hvør vandi vunnin var. Hann stríðið greiðir fyri teg, og hvíla unnist tær. Árni Jacobsen, f. Á lívsins leið ein vinur er, sum fylgir mær, so undurfult hvørt stig meg leiðir hann, á myrku nátt hann ljós og gleði til mín bar, og tað er Jesus, sum mítt hjarta vann. Niðurlag: Um leiðin ber um fjøll og brattar líðir, um myrk og illgongd gøtan mangan er, so er tað nokk at vita, at hann fylgir mær á vegnum, sum til Himmalheimið ber. Í ár so mong hans kærleika ei kendi eg, inntil við krossin hjarta mítt fekk frið. Eg leit á hann, sum leið og doyði fyri meg, og nú hans hond eg kenni við hvørt stig. John Peterson, f. (Øssur Berghamar týddi). Inn í høgu Himmalhøll profeturin Esaias sá, har sum Harrin HARRIN sjálvur dýrdarhásæti sat á. Búni hans alt templið fylti. Rópti tá serafa-lið: ?Heilagur herskara Harri! Dýrd hans fylli heimin við!? Ævinleikans Veldisfaðir leit íkring og mælti so: ?Hvør er fúsur til at bera heimsins tjóðum vári boð? Er her nakar, eg kann senda hvør vil fram nú bjóða seg?? Piprandi Esaias svarar: ?Eg skal fara send Tú meg!? Sama spurning Harrin setur enn í dag til mangan mann. Longsilsfult hans eygu leita hvør vil fara fyri hann? Tú, sum kallaðan teg kennir, minst, at væl tað loysir seg Harrans kalli eyðmjúkt svara: ?Vilt tú, Harri send so meg!? Háberg, Far frá Krit, tí løkur tornar, lat ei ravnar føða teg. Far frá Krit, far til Zarepta, Harrin leiðir teg tann veg. Ei skal oljukrússið tømast, mjøl í krukku minka ei. Væl skal einkjuvælvild lønast, ongan gloymir Harrin, nei! Einkarsonin ei hon misti, langa tíð tey livdu væl. Jú, Guds leið Elias visti, og hans leið tú kenna skal. Rým frá Krit, far til Zarepta, tað er leiðin, troytta sál. Tað vil mergja, stimbra, styrkja, til tú verður sterk sum stál. Jógvan Gerðalíð, f. Tit, sum kenna Frelsaran, Guds fólk, stevnið fram! Livið, virkið fyri hann, Guds fólk, stevnið fram. Lívsins landið hómast brátt, eingin falli nú í fátt, Guds fólk, stevnið fram! Fram við frelsuboðnum far, Guds fólk, stevnið fram. Andans kraft hann gevur tær, Guds fólk, stevnið fram. Sælur tann, sum íðin var, sigurskransin fær hann har, Guds fólk, stevnið fram! Frelsti skarin syngur har, Guds fólk, stevnið fram, um Guds Lamb, sum ofrað varð, Guds fólk stevnið fram. Kristus heim meg tekur brátt, har er dagur, aldri nátt, Guds fólk, stevnið fram! Svenning av Lofti, f. Skal eg fara við tómum hondum, mínum Frelsara møta so? Ongan dag hava ofrað honum, ongum borið frelsuboð? Niðurlag: Skal eg fara við tómum hondum, skal eg tómhentur standa har? Onga sál hava vunnið honum, onga stjørnu vunnið mær? Deyðans ræðsla meg ikki nívir, Jesus leiðir um deyðans veg! Men at fara við tómum hondum, henda hugsan tyngir meg. Á, tey ár, eg í syndum spilti, kundi aftur eg livað tey, eg tey skuldi til Jesus givið, honum tænt í lyst og neyð! Upp, tú frelsti, tí tíðin rennur; virka nú, meðan dagur er! Deyðans nátt skjótt kann koma á teg, bjarga sálum dagur fer! Luther (Amer.). ( Háberg týddi). Vit leika vári streingjatól og syngja fró og glað um Jesus, sum í hjartað okkum gav eitt fagnaðarlag. Hann hevur frelst várt unga lív og givið okkum frið, komið og syngið nú við. Niðurlag: Ja, Jesus, lívsins Breyð, kann stilla svongd og neyð, og Jesus, heimsins Ljós, kann vísa rætta kós. Hann gav okkum lív í yvirflóð syng honum takkarljóð! Á sama hátt sum Dávid forðum hørpu síni á sang sigursong til Harran og hans náði segði frá, so vilja vit nú sama Harra her vit eru stødd prísa við harðari rødd. Við streingjaleiki trína vit ein dag um portrið inn og prísandi á gyltum gøtum skoða Himmalin. Tá, ævigt loyst, vit standa har við Harrans egnu lið vilt tú ei tá verða við? Zachariassen, f. Unga Guds barn, tú, sum hevur funnið frið við Gud ígjøgnum Jesu blóð, prísa honum fyri, hvat er vunnið, savna mót og kraft og tolinmóð! Stórt er tað, sum fyri tú skalt stríða, stór tann løn, hjá Gudi bíðar tær; tann, sum her við Jesusi vil líða, eiga ræðið skal við honum har. Trong er gøtan, sum til málið leiðir, myrk er verðin, full av synd og sorg; men ein stjørna bjørt sítt ljós út breiðir til at lýsa tær til Himlaborg. Henda stjørna er Guds orð hitt reina, tað vil vísa tær hin rætta veg; unga Guds barn, lat tað orð aleina stýra, tvinga, leiða, styrkja teg! Tá so fíggindin á teg vil herja, spennir fyri fót tín út sítt garn, far til hann, sum Ísrael vil verja! Hann í náði styðja vil sítt barn. Framá halt og lat títt mót ei minka, bið tín Gud um hjálp av hjartans grund, troyttast ei síggj krúnuna at vinka, trúgvur ver bert eina lítla stund! Wiel-Øjerholm (Noreg), ( Danielsen týddi). Havið trúgv á Gud, tit ungu, havið trúgv! Nú, ið lætt og heitt slær hjartað, nú, ið skínur sólin bjarta havið trúgv, havið trúgv! Stevnið fram til málið, ungu, stevnið fram! Skalt tú stríðið hart enn fáa, fagurt verður fram at náa stevnið fram, stevnið fram! Troyttast ikki fram at halda, troyttast ei! Gevst ei, um teg mangt enn meinar, um teg særa hvassir steinar troyttast ei, troyttast ei! Lít á Gud, hann vil teg verja, lít á Gud! So vil hann tær trúgvur fylgja, táið brýtur sorgarbylgja lít á Gud, lít á Gud! Stóra løn, er skeiðið runnið, stóra løn! Í Guds ríki heim at náa, gylta heiðurskrúnu fáa stóra løn, stóra løn! Christoffer Hansen (Noreg), ( Danielsen týddi). Fav. VII. Eg havi Jesusi valt at fylgja, eg havi Jesusi valt at fylgja, eg havi Jesusi valt at fylgja; ei vendist við, ei vendist við. Er leiðin einslig, tó fram eg haldi, er leiðin einslig, tó fram eg haldi, er leiðin einslig, tó fram eg haldi; ei vendist við, ei vendist við. Ein krossur aftan, ein krúna framman, ein krossur aftan, ein krúna framman, ein krossur aftan, ein krúna framman; ei vendist við, ei vendist við. Vilt tú ei velja at fylgja honum? Vilt tú ei velja at fylgja honum? Vilt tú ei velja at fylgja honum? Ei vendist við, ei vendist við. Úr Assam (India). ( Zachariassen týddi). Hvør er tað gott at kenna Gud í síni ungdómstíð, at tæna honum, elska hann, teim ungu døgum í! Til grundar mangur ungur fer á lívsins villa veg; men eg av náði varð Guds barn, í náði hvíli eg. Og meðan mangur drívur burt til deyðans myrka stað, so eigi eg hitt lívsins ljós, sum tey ei hava sæð. Ja, meg bant Satans fangagarn, hans megi helt mær fast; men Jesus kom og tók meg upp, og leinkjan harða brast. Hav takk, á Jesus, at tú tók ta tyngd, ið á mær lá, enn meiri takk, at eg títt ljós á ungum døgum sá. Títt prís eg altíð syngja vil, teg æra, takka tær, at sál mín frelst úr synd og kvøl á ungdómsdøgum varð. Jørgen Santon (Danm.), ( Danielsen týddi). Unga hjarta mítt vanst tú, á, Harri, tá tín vakurleika fyrst eg sá, men eg mangan havi skoðað nærri tína dýru útsjónd síðan tá. Milt títt eygnabrá og fult av yndi, andlit títt av kærleika er merkt, eym tín rødd, títt hjartalag og lyndi, yndisligur allur, sum tú ert. Unga hjarta mítt vanst tú, á, Harri Jesus, tú av tíggju túsund bert! Hjarta, fest í trúgv títt eyga á hann, skoða tign og guddómleika hans. Gævi tú í fullum ljóma sá hann, sá hans fagurleika, dýrd og glans. Øll hans vera angar søt av friði, fótafet hans anda lív og troyst. Men tú minnist alt, hann hevur liðið Sarons rósa fyri teg varð kroyst. Hjarta, kanst tú annað tá enn elska hann, sum teg við blóði hevur loyst! Zachariassen, f. Far nú á lívsins morgni, í føgru ungdómstíð og keyp ta dýru perlu, far, stríð hitt góða stríð! Legg himmalskattin dýra á sál og sinn so fast, at ei hann burt kann troðkast av nøkrum her, sum sæst! Far, meðan sólin skínur, nú lætt títt hjarta slær, far, áðrenn kraftin viknar, og náttin kemur nær! Sel alt og keyp hitt eina! Ei fanst tú slíkt á fold, um tú vanst kongakrúnur og føgru, gyltu mold. Far, áðrenn syndin dimmir og fløkir tína leið! Í dag og ei í morgin keyp sannleik, sel hann ei! Søk Gud á ungum aldri og tíðliga vísur verð! Far, Skaparanum stóra eitt morgunoffur ber! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Her glaður eg ferðist á ungdómsins veg, tí eg eigi Jesus, og hann eigur meg. Ja, Jesus meg elskar, seg sjálvan hann gav og synd mína søkti í djúpasta hav. Ja, glaður eg ferðist við Jesusi her, hann vegurin, lívið og sannleikin er. Bert eina ferð sært tú ta ungdómsins tíð. Á, kom tí til Jesus, kom kallið nú lýð. Her glaður eg ferðist mót himmalsins strond, og eingin meg rívur úr Frelsarans hond, tann hondin, sum særd varð, hon eisini ber til staðin, sum Jesus til reiðar mær ger. Um portrið av perlum eg stíga skjótt skal og síggja av sonnum, hann leiddi meg væl. Har sólin ei setir, eg krúnu skal fá og fylgjast við Jesusi gullgøtum á. Brynleif Hansen ( ). Lat upp fyri Gudi títt hjarta, og heiminum bakið vend nú! Hvat hjálpir, um alt tú enn vinnur, tá sálina missa skalt tú! Tú ungi, sum gleðist við lívið sum var tað bert leikur og spæl, á, gloym ei, at aftan á deyðan víst dómurin finna teg skal! Hví vilt tú tó sál tína gloyma og spilla burt náðinnar dag? Hví vilt tú í tíð tær ei velja eitt búgv í tí himmalska stað? Hin hvíttklæddi skarin har uppi við hásætið lovsong fram ber; hví vilt tú við teimum ei savnast, tá liðin er dagur tín her. Tú veitst, at tín tíð er skjótt úti, tú veitst, tú mást heiminum frá, tú veitst, tú skalt falla sum grasið og hvar skal tín sál vera tá? Og um tú skalt hagartil liva, tá Jesus sítt fólk tekur heim, á, skalt tú til dóm verða eftir og ei sleppa burtur við teim? Á, flýggja til frístaðin góða, og blóðið títt álit set á! Har frið skal tín samvitska fáa, og frelsu tú finna skalt tá. ( Danielsen týddi). Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi, gev honum hjarta títt, nú heitt og lætt tað slær. Ein vinur trúfastur hann er í sorg og gleði og leiða vil teg gjøgnum alt, ið møtir tær. Niðurlag: Vel vinin besta, og lat hann vera tín leiðara gjøgnum lívið her. Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera ígjøgnum lívið alt, til sólin undir fer. Hvør gott, tá lívið tykist merkt av neyð og vanda, ein vin at eiga, ein, sum sær og skilir alt. Um misskiltur og eina mangan tú manst standa, í trúgv við øllum tú til Jesus fara skalt. Og tá so tíðin her umsíðir er at enda, tú fært hin æviga og fagra sigurskrans, á, hvør ein gleði á tí ljósu strond at lenda, at síggja Jesus og í ævir vera hans. Otto Udd-Johansen, f. (Øssur Berghamar týddi). Hvussu brúkar tú teir ljósu ungdómsdagar? Sum tú sáar, skalt tú heysta, minst til tað! Mangur gamal nú seg gremur sárt og klagar um sítt ungdómslív, sum rann í synd avstað. Niðurlag: Kom til Jesus, meðan enn tú verður rørdur, nú tú hoyrir orðið um ein betri lut! Kom nú, áðrenn tú so langt av leið ert førdur, at tú orkar ei at venda tær til Gud! Skal í trælabond tín andi lagdur verða? Skal tín útsjónd verða merkt av synd og skomm? Sáran angur skalt tú skjótt í barmi bera, um tú lurtar ei, nú Harrin rópar: Kom! Syndaleiðir gongur fjøldin av teim ungu; Jesus eigur tó ein flokk, sum glaður er; kom og gev tú honum hendur, hug og tungu! Hann teg frelsir og frá synd teg frían ger. ( Danielsen týddi). Kanst tú ov tíðliga geva títt hjarta til Gud, sum so fegin teg tekur í favn? Kanst tú ov tíðliga velja hin dýrasta lut, kennast ov skjótt við Frelsarans navn? Mundi lívsgleðin minkað, um Jesus tú fanst, um tú átti hans signaða frið? Táið stormarnir koma, tá eina tú kanst vera tryggur við hansara lið. Hoyr hans sannleikaorð! Á, hvat sigur ei tað, hetta ljósið í myrkrinum her: ?Tann, sum árla meg søkir, skal finna meg?, ja, ?Ljós á leiðini orðið mítt er!? ( Danielsen týddi). Eitt ævigt ríkidømi, hvíld og frið hin ungi fær, sum leingist eftir frelsu og til Harran vendir sær, um Jesus eina vinna kann hitt unga hjartað fult, og hann fær alt at vita, so at einki verður dult. Niðurlag: Gleði, ungdómsgleði býður Harrin her, og skarin kring um krossin tí sum morgundøggin er; eg boyggi knø og syngi, tí mær frelsan fall í lut: Hin vakrasta sjón, eg síggja kann, er tey ungu í bøn til Gud. Øll ungdómsgleði stór og rík frá honum koma má, Guds orð við síni dýrdarkraft vit ungu líta á, og tá vit skoða kærleik hans, vit syngja mugu glað: Vit stevna til hitt lívsins land, til Zions ljósa stað. Lat onnur siga, hvat tey vilja, ei tað sakar meg! Mín leið, hon ber til lívsins land, har hvílu fái eg; og styrki gevur Gud mær til at vinna stríðið her; so spotti hvør, ið spotta vil, mín Gud mín frelsa er! Man hetta vera lukka? nú tú ungi spyrja kanst á, kom tú bert til Jesus, og so vist tú royna manst, at hann kann fullvæl frelsa teg, at hann kann javna alt! Ta stund, tú boyggir knø í bøn, tú fríur verða skalt. Matias Orheim (Noreg), ( Háberg týddi). Á Nazarets gøtum ein smádrongur gekk, var vakur í útsjónd, mangt træsprekið fekk. Hvør har kundi hugsað, at hesin ein dag sín favn vildi breiða á Golgata træ. Niðurlag: Syndfríur gekk, ja, syndfríur gekk, á Nazarets gøtum hann syndfríur gekk. Hann lærdi teir gomlu, tó ungur hann var; bert tólv ára gamal, tá átti hann svar. So undrandi lýddu teir gomlu hann á, hans vísdómur komin var Himlinum frá. Hann lív sítt í kærleika livdi so stilt, hann grøddi tey sjúku, hans andlit var milt, hann doyði á krossi, men upp aftur stóð; nú verður tann frelstur, sum trýr á hans blóð. Levi Joensen, f. Fav. VII. Hvussu long tíð er tað, síðan tú lást á knæ, fyri Jesusi opnaði hjartað, og tú rópti á hann, inntil myrkrið burt svann, og tað lýsti av degi tá, á, tú minnist ta tíð, tá tín sál var so frí og so óspilt og reint var títt hjarta. Sig mær, gloymdi tú hann, tann vinin, tú fann, sum tú talaði við hvønn dag. Einki var tær so ríkt, sum tá lív títt var vígt til Jesus og Jesus aleina, men so kom okkurt inn, so títt hjarta og sinn ikki brendu í tær sum fyrr. Men nú býður hann tær, at tú koma skalt har, sum tú fyrr plagdi við hann at tala. Kom í samband við hann, tann vinin, tú fann, sum teg elskar og er tær nær. Mosie Lister. (Øssur Berghamar týddi). Nú fert tú, mítt barn, út í lívið; so hoyr tá eitt orð til farvæl! Tí sálin, hin óroynda, unga, av vandum er hótt uttan tal. Tá heimurin stuttleika býður og syndarar á tíni leið til ilt teg forføra og lokka statt fast tá, mítt barn, og sig nei! Hjá Jesusi kraft søk og náði á neyðar- og freistingarstund, við orðum av Frelsarans munni verð styrktur í innastu grund! Og missir tú mótið í stríðnum, tín Faðir, hann sleppir tær ei; hans Andi í sál tíni talar: Statt fast, á mítt barn, og sig nei! ( Danielsen týddi). Meg Frelsarin tók í sín favn, barnið mítt, og leiddi meg fram mína leið; nú út tú skalt fara, eg veit tað so væl, hann leiðir og svíkur teg ei. Kom, boygg vári knø fyri honum, mítt barn! Hann kennir so væl skilnartár; men um tað nú her verður seinastu ferð, vit møtast um ikki mong ár. Væl kundi eg gleði tær ynskt, barnið mítt, og givið tær gávur av gull; men tak hesa bíbil, øll somul hon er av náði og kærleika full! Um frelsuna bar hon mær boð, barnið mítt, um hann, sum gav fullkomnan frið, um hann, sum tók dómin og straffina bar; hann fylgist við okkara lið. Hygg inn í mítt andlit, tað elt er, mítt barn, nú følnaða blóman skjótt doyr! Mangt vakrari andlit víst síggja tú fært, men ongan, sum elskar teg meir. Skjótt grasið á grøv míni veksur, mítt barn, mín armur ei meir styðjar tín, men ei Harrans høgri kann vikast eitt stig, hann førir øll trygt heim til sín. (Hans Miklagarð týddi). Sonur, tá syndarar lokka teg, sig tá nei! Far ikki við teim ein óndan veg, men sig nei! Minst at teir skaða bert sjálvan seg, far ikki við teim á myrkurs veg, Harrin er við tær, hann varðar teg, statt og sig nei! Lít ikki á teirra søtu orð, men sig nei! Lurta ei til teirra føgru kor, men sig nei! Orð teirra tølandi lít ei á, lurta ei til teirra óndu ráð, stinnur bert statt, og tú hjálp skalt fá, statt og sig nei! Freistingar mangar tær møta her, sig tó nei! Heimurin fullur av óndum er, sig tí nei! Skjótt ein dag myrkrið skal lýsa í, sál tín úr freistingum verður frí, lat ei hitt ónda teg sigra tí, statt og sig nei! Jákup Olsen, Á Golgata eg gleði fekk í hjartað, sum eingin makt kann ræna frá mær her, og nú eg syngjandi mót Himli stevni, tí henda fold mítt sanna heim ei er. Niðurlag: Og inntil tá eg ferðist fram við gleði, inntil tá mín sál kann syngja glað, inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur, inntil eg síggi ljóssins stað. Hin ungi eftir trygd og gleði leitar, men einans sálarkvøl og vónbrot fann, bert Jesus sálini kann lukku geva, á, sum tað verður stórt at síggja hann! Á, ungi vinur, heimurin bert svíkur, hann lovar nógv, men voldir deyð og bann, men Jesus elskar, frelsir, fyrigevur, lít nú á hann, sum altíð koma kann. Stuart Hamblen (Amer.). ( Háberg týddi). Kristni ungdómsflokkur, lyft tú høvdið høgt, yvir tykkum ljómar krossins merki gløgt. Blaktrið tað út yvir hvønn ein ungdómsflokk. Breiðið krossins merki út. Niðurlag: Breiðið krossins merki út, breiðið krossins merki út! Blaktrið tað út yvir Føroya ungdómsflokk, breiðið krossins merki út! Tað skal geva mót í hvørjum stríði her, leiða okkum yvir hesa myrku verð. Tað skal føra ungdómsflokkin fram til stríð, breiðið krossins merki út. Undir krossins merki stóðu gamlir menn, undir krossins merki standa hetjur enn. Skulu vit tá svíkja? Nei, vit standa stinn, breiðið krossins merki út. Lat so náðarvitar tendrast yvir land, Harrin sjálvur seti hvørja sál í brand. Tá vit vinna sigur yvir fíggindum, breiðið krossins merki út! Barratt (Noreg), (Hilmar Andrésen føroyskaði). Freistað og roynd, vit undrandi spyrja, hví er tað so, hví helmar tað ei. Meðan vit síggja onnur at liva, spard, tó tey ganga órætta leið. Niðurlag: Longur á leið vit svar skulu fáa, longur á leið, har skilja vit hví, mót! kæri bróðir, stíg út í ljósið, vit skilja alt um stokkuta tíð. Trúgvir til deyðan, segði mín Harri, stríða og bíða enn eina tíð mega vit, men tað verður sum einki, tá vit gullstaðin trína inní. Skjótt kemur Jesus, kemur í skýnum, loyst er hvør gáta, svarað hvørt hví, tá ið vit síggja Harran har heima, vit skilja alt um stokkuta tíð. Stevens (Amer.). ( Háberg týddi). So dýrt, tá hin ungi til Gud leitar inn, og frígjørt frá synd verður hjarta og sinn, og brúðurin vunnin við Jesusar blóð er klædd í ein búna sum hvítasta snjó! So dýrt, tá hin ungi tann vitnisburð ber, at eingin sum Jesus í heiminum er: ?Hann fann meg í náði, tá vilstur eg var, og heim til sín sjálvs hann meg kærleiksfult bar!? Sum fuglurin letur um grasgrøna grund, eg lovsyngja má hvørja einastu stund. Nú alt er sum nýskapt, og sólin hon sær, og Himmalin opin, tí Jesus er nær! So sáligt at vita, at hann heldur fast, um alt her á foldum enn víkti og brast! Hann sleppir mær ikki, sum tók meg í hond, men leiðir meg trygt heim í Himmalsins lond! ( Háberg týddi). Ella: Hevur tú hug til Guds Himmal at síggja, sálini bjarga, úr dóminum flýggja? Set tínar føtur á lívsvegin nýggja, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Hevur tú hug til eitt Guds barn at verða, vitnisburð fram um tín Frelsara bera? Á, tá forlík við tín Gud mást tú gera, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Kennir tú ikki í hjarta og sinni Andan frá Gudi, sum kallar har inni? Hoyr hann, og ei verður gleði tín minni, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Minst, at á lukkuni her er brátt endi! Sælur er tann, sum til Harran sær vendi, sælur vart tú, um tú frelsuna kendi, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Heimurin gevur bert møði og trongsil, hann er eitt deyðans og sorganna fongsil; vinur, lat vendast mót Himli tín longsil, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Gleði og frælsi bert Jesus tær gevur, náðin, hon loysir, men lógin, hon krevur; gott, um tú fjalt teg í náðini hevur, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Skunda tær, áðrenn tín tíð er at enda! Deyðan og dómin skal Harrin skjótt senda; drála tí ikki til Jesus tær venda, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Í sínum favni hann trygt skal teg varða, inntil tú heim í hans ríki skalt fara; á, um tú stóðst í tí bjargaða skara, nú tú ungur ert, nú tú ungur ert! Wolffsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Harrin ei lovar loftið so blátt, lív stroytt við blómum dag sum á nátt, Harrin ei lovar sól uttan skýggj, leið uttan sorgir, frið uttan brýggj. Niðurlag: Men, Harrin lovar styrki hvønn dag, hvíld eftir stríð og ljós hvørt eitt stað, náði í royndum, hjálp omanfrá, ævigan kærleik, góðsku og ráð. Harrin ei lovar, vit skulu ei freistingar kenna, torføra leið. Sagt ei hann hevur, at ikki vit sorg skulu kenna, møði og slit. Harrin ei lovar rúm vári kor, uttan at tørva loðs og hans orð, at ikki fjøll so skurslut og há forða og mong ein djúp, gruggut á. Annie Johnson Flint. ( Tyril týddi). Á Gud, í bestu ungdómsmegi míni eg mátt mín vildi ofrað fyri teg, tá yvir tremur rennur lívsins vínið, til tín, á Gud, bert sungið vildi eg! Ei kundi heiminum eg hjartað givið og vitnað aftaná um kærleik tín og ikki, tá mítt likam veikt er blivið, sagt: ?Gud hvat uppdrag hevur tú til mín?? Til heimsins ørindi eg kann ei geva míns ungdóms ídni, eldhuga og mátt og aftaná mót Himlinum meg streva við neyð og deyð á gamlamanna hátt. Gud má ei fáa bert ta sløktu tráan og berskaka hins gylta lívsins víns og ikki bert hin niðurbrenda loga og ei, mín Gud, bert øsku hjarta míns. Nei, tak meg, Gud, á lívsins gylta tíma og hav við mær í sælu míni lut. Á hægsta degi, áðrenn fer at skýma, tak hjartað heilt, mín Harri og mín Gud! Thomas Gill, f. ( Háberg týddi). Undurfulla bjarging vann eg, tá eg Harran Jesus fann. Frið í sál og sinn hann gav mær, tá eg leit meg heilt á hann. Niðurlag: Jesus er nú øll mín gleði, lívsins kongur er hann mær. Alt til hann eg havi givið, trygt hann varðar meg hjá sær. Alt, hann ynskir, vil eg gera, styðjar meg á míni ferð. Jesus er nú øll mín gleði, hann mín besti vinur er. Lívið undurfult er vorðið, hvør ein leinkja slitin er, alt hans verk ber heiðurskrúnu, nýggjan song mítt hjarta ber. Jesus gevur mær sín vísdóm, náði til hvørt lívsins stig. Á sín egna hátt hann leiðir, tá mín fótur fer á glið. Á, hvør stórt, tá heim vit náa, og har Harran Jesus sjá, vit í gleði allar ævir skulu vera honum hjá. (Árni Jacobsen týddi). Vinur, sum enn gongur syndanna veg, kennir ei hvíld ella ró, lurta og hoyr, hvat er gjørt fyri teg, hoyr hesi tíðindi góð: Niðurlag: Jesus elskar teg, Jesus elskar teg, tók tína syndaskuld alla á seg. Jesus elskar teg! Kanska tú ivast, um hetta er satt, eingin kann elska teg so? Bert við at trúgva nei, tað er ov lætt! Orð Guds ber tær hesi boð: Ei nakar boðskapur metast kann við henda, at Gud elskar teg. Bert hetta eina kann geva tær frið, tað: Jesus ofraði seg! Um tú í kvøld kom úr myrkri í ljós, friður Guds fall tær í lut, heim til Guds Himmal tá liggur tín kós, heim til tín Harra og Gud. Ivast tú longur? Nei, ger ikki tað, tak við Guds tilboði nú! Gleði í Himli, Guds børn verða glað, gleðina, friðin fært tú! Líggjas á Váli, Vinur, hoyr, vit hava eini boð at bera tær, boð um hvíld og undurfullan frið. Ert tú troyttur sjúkur, og tín sál ei hvílu fær, ein er, sum vil varða tíni stig. Tað er Jesus, hann, sum doyði, bløddi krossi á, vann tær himmalvegin, so at tú kundi fá frelsu æviga og eiga frið í tíni sál, bert við trúgv á hann at finna rætta mál. Niðurlag: Vinur, vel ta leið, sum einans her er verd at taka, ger tað nú, tí einaferð tú ei kanst velja, vraka, ver ei líkasælur, vinur, tak nú hetta stig, tú skalt sanna, hann tá er við tína lið. Ivast tú um, hvussu tú skalt ganga á tí leið, sum teg føra kann á rætta mál, hygg á Jesus, hann tær fylgir og teg svíkur ei, burt fer alt, sum tyngir tína sál. Og tá ferðin er at enda, náttin komin er, inn í Himmalheimið hann trygt og væl teg ber. Tá skalt tú í allar ævir syngja prís til hann, á, hvør lukka, um tú komst til Frelsaran. Páll á Lakjuni, f. Hvat kann heimurin tær geva, ungi vinur, tú, sum eftir lívi, lukku leita man? Eftir stuttleika og spenningi tú strembar, men er hjartað vorðið trygt í tí, tað fann? Kanst tú hyggja fram mót hvørjum nýggjum degi, óttaleysur ganga fram hvørt lívsins stig? Á, eg spyrji: Hvat kann heimurin tær geva, hevur hann tær givið nakran sannan frið? Niðurlag: Nei, einans Jesus hann kann geva sanna gleði, lív og frið, og kann birta ljós í tíni myrku sál. Kom til hann, og tú skalt kenna, at hann er við tína lið og trygt teg føra vil á mál. Hvat kann heimurin tær geva, ungi vinur? Einans vónbrot, sorg og sút hann veitir tær. Mangur ungur, sum av honum læt seg blinda, syrgin mátti sanna, at hann svikin varð, men um tú tær venda vilt til Harran Jesus, hann skal frelsa teg í hesi somu stund, og ta gleði, sum títt hjarta tráar eftir, tú frá honum fáa skalt í lív og lund. Niðurlag: Tí einans Jesus hann kann geva sanna gleði, lív og frið og kann birta ljós í tíni myrku sál, Kom til hann, og tú skalt kenna, at hann er við tína lið og trygt teg føra vil á mál. Øssur Berghamar, f. Ungdómsins Frelsari, hoyr, vit á teg heita, leita tey upp, sum ikki sjálvi leita, øll tey, sum støðugt í syndadíkið falla, mást tú ákalla! Og sært tú onkran, sum ynskir teg at náa, er eftir lívi byrjaður at tráa, lær hann til kníggja eyðmjúkt tá at fara teg til at æra. Vís teimum ungu tína guddómsmegi, lat teimum lutast kraft á lívsins vegi, salva tey, so tey sigur munnu fáa yvir tí lága. Olfert Ricard (Danm.), (Páll á Lakjuni týddi). Eina tíð eg livdi í myrkri, uttan stavnhald, mið ella mál, men so hoyrdi eg Harran at tala, og tað lýsti og vann mína sál! Niðurlag: Hann er mín songur, mín gleði, Gud mín og Harri er hann! Jesus, í tínum hondum eg æviga hvílu fann! Og mín langtan er nú at liva sum eitt vitni bert fyri hann, sum á Golgata leinkjurnar loysti og úr myrkursins valdi meg vann! Tá á evsta degi eg síggja skal hin nýggja himmalska stað, kemur Jesus ímót mær, og prísa honum skal eg hin æviga dag! Ør. og Pelle Karlsson, (Svør.), f. ( Háberg týddi). Ør. Háberg, Tað er eitt land í Himli hátt, har Jesusi vit búgva nær, har bert er dagur, eingin nátt, og gleðin ongan enda fær. Niðurlag: Hitt lívsins breyð vit eta tá, og vit drekka øll av lívsins á. Og Jesus segði: ?Hvør og ein, sum drekkur, aldri tystir meir!? ?Hvat? Aldri tystir meir?? ?Nei, aldri tystir meir!? ?Hvat? Aldri tystir meir?? ?Nei, aldri tystir meir!? Tí Jesus segði: ?Hvør og ein, sum drekkur, aldri tystir meir!? Har altíð sól og summar er, og blóman ikki følna skal, og deyðin ongan skilnað ger, í Himli alt er ævigt væl. Synd, ivi eru burt ein dag og alt, sum sinnið tyngja kann. Tá skoða vit útloyst og glað hitt undurfulla Kána'an. Og vóru vit, har Móses stóð, og hugdu lyftislandið á, ei Jordans á, ei deyðans flóð, skal forða okkum heim at ná! Isaac Watts (Ongl.), (Hákun Djurhuus týddi). St. Tú ert góður, á Gud, míni sál ert tú alt, eg var deyður, men livi í tær! Og tann lívsæla vissa, tú meg hevur valt, ger, at eina eg andi í tær. Ja, í lívi og songi tí lovi eg tær, tú ert alt, bert eitt tól eri eg; og tú loysti meg, menti meg, máttur mín varð, Gud, eg líti nú eina á teg! Fyri tær, góði Gud, hvørva skuggar av breyt, Kristus gjørdi meg nýggjan av grund, Jesus bjargaði mær, tá eg søkkandi fleyt aldri livdi eg glaðari stund. Navn títt kærleiki er, og tú elskar nú meg, hetta ger, at mær løtt fellur gongd; veikur eg, sterkur tú, og eg heiti á teg, tú mær bjargar úr trega og trongd. ( Danielsen týddi). Eg syngi fyri Harra mín leiðum mínum á, um hans kærleik syngja má, so hann verðin sá. Eg, sum var eitt vrak, men tó frelstur varð við Jesu blóð, eg syngi fyri Harra mín leiðum mínum á. Eg syngi, hóast stundum mær vandafull er leið. Náði Harrans, orð hans greið, verðin elskar ei, men eg syngi hvønn ein dag, hjartansfegin, sálin glað, eg syngi fyri Harra mín leiðum mínum á. Eg syngi, eg fortaptur var, men meg Jesus fann, við hans blóði skuld mín svann, friðin hann mær vann. Bert mín songur elva kann, sálir venda sær til hann. Eg syngi fyri Harra mín leiðum mínum á. Eg syngi fyri børnum Guds, sum tey ferðast heim, heim til sælan frið og gleim, dýrd, sum bíðar teim, og við mær ein felagssong syngja tey til Gud, vár kong, eg syngi fyri Harra mín leiðum mínum á. Smith (Amer.). (Flóvin Tyril týddi). Er tað so, tær tað sama tað ger? Er tað so, tær tað sama tað ger, at í synd doyr ein sál, leitt tú kundi á mál? Er tað so, tær tað sama tað ger? Verður blóðið kravt hond tíni av? Bart tú boð og ávaring gav? Ert tú virkandi nú, javnar gøtuna tú? Virkar Harrin hvønn dag gjøgnum teg? Tá vit hittast á lívssælu strond, lívsins stúran er av, loyst øll bond, saknar summi tú har, tí eitt ljós tú ei var? Verður so, tær tað sama tað ger? Verður blóðið kravt hond tíni av? Bart tú boð og ávaring gav? Vildi virkað tú tá, javnað vegin teim hjá? Er tað so, tær tað sama tað ger? Louis Williams. ( Tyril týddi). Jesus vil leiða meg trygt gjøgnum dalin, varða mín fót um hvønn tind og hvørt skarð, hvat enn meg hendir í sól sum í skugga einki eg óttist, tá hann er mær nær. Niðurlag: Jesus vil leiða meg, hann vil varða meg, einki óttist eg. Á nátt sum á degi, í sorg sum í gleði eg veit, hann vil leiða meg. Jesus vil leiða meg eri eg veikur, kraft hann mær gevur, sum tørva mær kann. Í hvørji kreppu eg tryggur kann vera, hildin av honum, sum sleppa ei kann. Jesus vil leiða meg hann vil meg verja í hvørjum vanda og á hvørjum stað. Hann er mín kongur, mín kraft og mín klettur, hond hans meg leiðir, og sál mín er glað. Jesus vil leiða meg løturnar ljósar, og táið dagurin myrkastur er, leiða meg trygt, inntil stundin upprennur, táið hann heim til sín sjálvan meg ber. Lillenæs. (Øssur Berghamar týddi). Harri, gev mær mót og megi, dirvi, tá royndin er svár, troyst, tá lívið kennist tregið, renna av kinnum mær tár. Hjálp mær at bera mín kross, voldir hann stríð enn og knoss, Anda tín í mær lat virka, leiða meg á røttu pláss. Heimsins dimmu, døpru dalar níva meg mangan og títt, men tá heimlands føgru salar birtast mær, alt verður nýtt. Skýmligt og kámt mangan er í hesi deyðskuggans verð. Gev mær tína kraft av nýggjum, hjálp á hesi vandaferð. Syndin mangan hart meg treingir, fíggindin herjar til stríð, ivans pílar hann mær sleingir, álop hans helma ei í. Harrin tó leiða meg skal heim, har mín sál verður sæl, inn í sínar gyltu hallir, heim til gleði, song og spæl. Herbert Andersson (Svør.). (Flóvin Tyril týddi). Himmalheimið skjótt mítt eyga sær, har sum Harrin Jesus bíðar mær. Undurfult at vita, skuldin út er strikað, tí á Golgata hon kvittað varð. Niðurlag: Sæla, signaða land, har brátt búgva eg skal. Jesus longu hevur gjørt alt tað, Gud krevur: Leið á krossi, tí er sál mín sæl. Jesu navn so dýrabart og søtt, kundi hvørja sál, ið tyngd var, grøtt, givið frið og gleði, fulla vissu, megi. Gev tí honum hjartað troytt og møtt. Ungi vinur, hann teg frelsa kann. Lívsins kelduvatn tær gevur hann. Lat hann tí teg leiða burt av vegnum breiða, heim í bústað sín, sum hann tær vann. Flóvin Tyril, f. Sum tíðin fór um bak, ein nýggjan dag tú aftur sært, kanska, hóast stríð, av leið tú mangan vart. Tú styrki hevur roynt at fá, ja, dirvi manga ferð tó, miss ei mótið, vinur, men lurta, hoyr nú her: Niðurlag: Tað er einki dulsmál, hvar tú fært frið tað hann veitti øðrum, tær hann veitir við. Við opnum ørmum hann býður grið. Tað er einki dulsmál, hvar tú fært frið. Ei er á fold so myrk ein nátt, at hann ei vegin sær, um tú vilstur ert, er hann tó altíð nær. Ei Satans vald teg sigra kann, um Gud er álít títt, lít á hans hollu lyfti, sum lýsa bjart og blítt. Stuart Hamblen (Amer.), ( Zachariassen týddi). a. Har tvey og trý bert savnast her í navni tínum, Harri, har sjálvur tú hjástaddur er og kemur teimum nærri! Tú gert hitt undur enn sum fyrr og kemur inn um stongdar dyr til tíni børn við friði. Hvønn dag við teimum verður tú til heimsins síðsta enda; so kom og ver hjá okkum nú og signa tíman henda, at friðarheilsa tín kann fá várt hjarta frítt og lætt at slá lat fult tín Anda leiða! Magnus Landstad (Noreg), ( Danielsen týddi). Vit savnast nú, vár Harri Gud, um teg at verða mint um teg og um tín veg! Títt orð er ljós á hesum myrka stað, bert við at fylgja tí vit eru glað. Og tá um teg vit savnað eru her, kom, sum tú segði, nær hjá okkum ver, lat Orðið upp, og fyll tú sálina við tínum djúpa, ríka kærleika! Tak okkum, Faðir, so í tína hond, leið gjøgnum Orðið og við tíni Ond, hjálp okkum, at várt hold vit akta ei, men liva hann, sum fyri okkum leið! Før okkum í eitt barnsligt einfald inn, og lat tín frið varðveita vári sinn, at, hvar vit ferðast, kærleiksglóðin sterk má vitna, at vit eru Harrans verk! Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Gud, sum okkum hevur kallað saman um teg sjálvan her, lat títt orð sum várregn falla, mitt ímillum okkum ver! Milt tú tær til okkum vendi og tín eld á okkum sendi, so hvør sál, á Harri, kendi, at í náði nær tú er! Lær tú okkum trúfast goyma hetta orð, sum er frá tær, hjálp tú okkum ei at gloyma ljósið, sum várt eyga sær! Ger tú vára sál nú stilla, lat ei vantrúgv okkum villa, Gud, lat okkum burt ei spilla náðina, tú sendir nær! Lær tú okkum rætt at kenna, at tú kallar okkum á! Dagarnir so kvikir renna, brátt ei fleiri boð vit fá. Hjálp tú okkum tí at hoyra og ei ljósið burtur koyra, lat tú upp várt sálaroyra, Gud, at teg tað hoyra má! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Vit biðja teg vælkomnan, og bróðurfelags bond við teg vit glaðir knýta, tær rætta vára hond; kom inn og ver við okkum, tú Harrans signaði! Guds børn vit øll jú eru og eitt í náðini. Hin kalik, ið vit signa, hitt breyð, vit bróta her, við okkum frítt tú nýtur, tí tú ein limur er av kroppinum, hvørs høvur er Kristus, og ein grein av víntrænum, tí sanna, sum okkum ber hvønn ein. Í heiminum títt hjarta ei hvílu kundi fá, og tí tú nú ert komin at búgva okkum hjá; til Jesus út frá hinum við okkum gongur tú, og undir Jesu veingjum ein frístað eigur nú. Nú hond í hond vit ganga sum gestir niðri her og bera hans vanvirðing, til heim hann okkum ber; nú Harranum vit lova, til har á betri vís við hásætið vit syngja í ævirnar hans prís. ( Danielsen týddi). Brøður, í Kristi elskaðir, hvør ein, sum Gudi kærur er, komið, og verið vælkomnir, komið og síggið, Gud er her! Vælkomnir allir! siga vit, rætta samfelags høgru hond; hjørtuni opin finna tit í Jesu navni og hans Ond. Harrin, sum okkum saman bant, kærleik í okkum hevur oyst og okkum Andan gav til pant, sendi nú gleði, frið og troyst! Gud, tú, sum gevur eld til svar, hjørtuni brennandi ger tú! Hugsanir, ráð, sum toknast tær, stígi úr várum sálum nú! Veikt nú í trúgv vit bert teg sjá, veikt er tað prís, í dag tú fær; skjótt tú tó koma vilt, og tá fult vit teg elska, takka tær. Charles Wesley (Ongl.), ( Danielsen týddi). Hvør elskuligt títt bústað er, á Harri, Kongur mín! Mín sál av longsli fyllist við at skoða forgarð tín. Hjá tær fann spurvurin sær heim, og svalan reiður sítt; við tíni altar, Kongur mín, eg skoði andlit títt. Tann sælur nær hjá tær kann stá, í húsi tínum býr, hvørs kraft tú, Gud og Harri, er, á lyfti tíni trýr. Um gjøgnum turra oyðimørk og gjøgnum táradal, meg leskar lívsins vatnið klárt, tín hond meg leiða skal. Frá kraft til kraft tey fara fram, sum líta navn títt á, og aldri viltist hann av leið, ið halgidóm tín sá. Ja, heldur bert ein dag við tær enn túsund aðrar her, og fyrr við ytstu gátt hjá tær enn hátt í tómu verð! Ja, tínum skjóli trygt hvønn dag vit liva, styrkjast í, inntil ein dag har uppi klárt lívssólin skínur fríð. Hans Miklagarð, Eg elski tín lítla og vanvirda flokk, á Harri, títt navn veri ærað! Tú ofraði Sonin, og tað er mær nokk, títt fátæka barn skalt tú varða. Tann maður er sælur, sum livir tær nær, títt samfelag javnan kann njóta; í freisting og sorg fær hann styrki frá tær, sum streymur hans signing skal flóta. Frá kraft og til kraft fer tann flokkurin fram, sum stillur og eyðmjúkur bíðar, til Gud ger ein útveg, sum sømir seg hann, og fyri sítt navn tey út fríar. Ja, túsund ferð heldur við Jesu forakt at liva ímillum hans kæru, enn njóta av verðini gleði og makt og alt, hon kann veita av æru! Eg elski Guds fólk, og eg elski Guds borð, eg elski Guds sannleik at hoyra, eg eigi Guds lyfti, eg eigi Guds orð, og hvat skal eg ynskja mær meira! Marius Absalonsen, f. Ella: Brøður, tit, sum fram mót Himli ferðast, hoyrið boðið, ein ápostul ber: Latið okkum tó hvør annan elska, meðan vit á foldum ganga her! Minnist tú ta sváru kvøl og pínu, Jesus fyri okkum gav seg í? Kanst tú særa tá eitt bróðurhjarta, vera stoltur, kaldur nakra tíð? Vinir, brøður, táið rætt vit minnast á ta náði, Harrin okkum gav, hvussu alla vára synd hann fjaldi, søkti hana í hitt djúpa hav. Má tá ei várt hjarta út seg víðka til at elska bæði stór og smá, so vit eyðmjúk, lítillátað verða, og alt stolt og hart burt svinna má! Hvat er vínstokkurin uttan drúvur, hvat var trúgv, um kærleiki ei var! Brøður! Táið Harrin sær á okkum, á, hvør lítla frukt hann mangan sær! Veikt og óklárt kærleikslogin brennur, sum tó hjá Guds smáu finnast má; komið, brøður, haldið tykkum saman, leitið, hagar sum Jóhannes lá! Anders Nielsen (Danm.), ( Danielsen týddi). Hvør lívsælt er tað, meðan her vit fara sum gestir gjøgnum heimsins myrku lond, at savnast so við Harrans lítla skara í bróðurfriði og í kærleiksond! Hvør lívsælt er tað, tá sum ein vit biðja, sum ein fram bera Harrans tøkk og prís! Tá kenna vit, um veikt, hvat tað vil siga at savnast har í Harrans Paradís! Hvør lívsælt er tað, tá vit eru smáir, og eingin uttan Jesus stórur er, tá burtur rekast allir tankar háir, og hvør og ein Guds æru bert fram ber! Á Jesus, tú, sum okkum alt er blivin, gev okkum ríkliga av tíni Ond, at virða rætt ta gávu, sum er givin, og ganga glaðir heimá hond í hond! ( Danielsen týddi). Kæru vinir, á, hvør lívsælt er at koma saman her umkring Lambið, sum er verdigt alt tað prís, vár sál fram ber! Lambið bar jú várar syndir, okkum lív og frelsu vann; vit í honum útvald eru til ta somu dýrd sum hann. Hvar sum helst á jørð vit fara, eystur, vestur, suður, norð, eru Guds børn øll tó systkin, fødd ígjøgnum sannleiks orð; Jesus Krist, hin fyrstiføddi, sjálvur hann vár bróðir er; arvin vit í Himli eiga, barnarætt á foldum her. Slíkur systkinskari finst ei gjøgnum nøkur skyldskapsbond, hann kann eina bindast saman av Guds orði og Guds Ond; og vár eymi Faðir kennir alt, ið børn hans treingja til; kalla tey á navn hans eina, hann í øllum hjálpa vil. Latið okkum øll tí minnast, um hin kalda, beiska ond stríð og ósemju vil elva, slíta hesi friðarbond, at hvør systir og hvør bróðir hevur somu kor sum eg, sama hold og somu royndir, sama stríð á sínum veg! Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). ( ). Vælsignað band er tað, sum semur okkum her, várt bróðurfelag her í dag líkt tí í Himli er. Til sama vin og Gud vit senda vára bøn, vit eiga eina vón, ein lut, eitt heim og eina løn. Øll kenna somu sár, øll somu gleði við, øll fella mangan sorgartár, øll eiga sama frið. At skiljast voldir sorg, at hittast gleði ber; men í várs Faðirs ljósu borg vit skiljast ei sum her. John Fawcett (Ongl.), ( Danielsen týddi). Á, hvør signað tó at varða bróðurbandið heitt og sterkt og ígjøgnum alt at læra, hvat hitt kærleiksband er vert; tað, sum bindur okkum saman her í freisting, trongd og neyð, so í sorgum og í gaman eitt vit eru inntil deyð! Niðurlag: Á, hvør signað tó at varða bróðurbandið heitt og sterkt og ígjøgnum alt at læra, hvat tað kærleiksband er vert! Á, hvør stórt tað er at stíga sameint her á lívsins leið, samsint her at tola, líða, halda á og troyttast ei! Hetta gevur mót og gleði í hvørs Guds barns sinn og sál, so vit samd á stríðsins vegi stevna á hitt sama mál. Ein dag hittast vit við gleði, annan skiljast vit í sorg, men ei so á Harrans degi, ikki so í ljóssins borg. Har er sorg og stríð ei longur, og vit skiljast ei sum her, ævig hvíld og sigurssongur í tí fagra landi er. Haagensen (Noreg), ( Danielsen týddi). Brøður og systrar, vælkomin úr bygdum og støðum, vælkomin higar frá tungum og møðsomum døgum! Her er ein havn, her skulu vit í Guds navn styrkjast mót komandi prøvum. Her vit í kærleika skulu hvør annan formana, uggast og styrkjast til Gudi í trúskapi tæna; fram til Guds ljós stýra vit beint vára kós, aldri so broyta vit hana. Biðja vit skulu og syngja og eyðmjúk fram bera offur til Jesus, sum Frelsari vár vildi vera, tala um hann, so at hann gleða seg kann, táið hans navn høgt vit gera. Her finna sálirnar hvíld eftir troyttandi dagar, fara av fundinum uggaðar, styrktar og glaðar, gjøgnum alt stríð takka á komandi tíð Gudi, sum dró okkum hagar. Brøður og systrar, í Jesu navn vælkomin veri! Harrin vár Gud vára samkomu signaða geri! Faðir, ver tú her millum okkara nú, fólk títt í favni tú beri. Hans Utbø (Noreg), ( Danielsen týddi). III. Tá ein nýggjan dag tú byrjar, minst at biðja tá! Bið í Jesu dýra navni, søk um náði í hans favni, verða lívd tær hjá. Niðurlag: Bøn kann veita hvíld og gleði, bøn kann broyta nátt til dag. Ja, á dimma sorgardegi gloym ei bønina. Táið freistingar tær møta, minst at biðja tá! Jesu kærleika og náði, Halga Andans mátt tú fái teg at styðja á. Kennir tú teg sviknan, særdan, minst at biðja tá! Vísa kærleika mót øðrum, ja, at tú í øllum førum fyrigeva má. Táið royndir her teg treingja, minst at biðja tá! Táið sorg teg boyggir niður, á, hin troyst og dýri friður Jesu andlit sjá. Mary Ann Kidder (Amer.) (Karolina Øregaard týddi). Ver okkum nær á hesum degi, lýs yvir okkum, Gud, tín frið! Vit eru her á tínum vegi, tí vita vit, at tú ert við; leið alt til tína æru nú, av Himli signing sendi tú! Gud, uttan teg vit einki makta, men eru eina sterk í tær! Tað barn, sum Faðir sín vil akta, hans andlits ljós at síggja fær; lat tí várt hjarta boyggja seg, so vit í øllum lýða teg! Í lýdni fyri Jesu læru og døminum, hann vísti her, í dópinum hans vinir kæru nú fylgja, so sum boðið er; ja, Harri, tú, sum gekst tann veg, vælsigna nú, vit biðja teg! So, systkin, minnist, hvør ið býður! Tað er vár kæri Frelsari; og sælur hann, ið boðnum lýður og torir ganga Harrans veg; í Jesu navni, uttan frykt hann síggja skal, hann gongur trygt. Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Fagur morgun tað verða mær skal, tá eg flyti til Himmalsins sal, tá eg skoða skal hann, sum meg keypti og vann, Harran Jesus, sum falnan meg fann. Gyltum gøtum eg ganga skal á, gleði, friður meg metta skal tá; einki ilt meg har nær, sorgin longur ei slær, har eg hitta skal vinir og kær. Hvat kann grøða í sjúku og neyð, hvat kann troysta og lívga í deyð? Tað, at Jesus meg ber, hvussu skýmligt enn er, ger meg tryggan á mínari ferð. Hoyr tí Jesusar kallandi rødd, nívda sál, sum í trongdum er stødd, alt tú leggi hann á, sum í øllum veit ráð, hvørt eitt mistak tær bøtir hann tá. Flóvin Tyril, f. Bk. Brøður og systrar, vit skiljast nú glað, farið við Jesusi av hesum stað hvør sínar lógligu leiðir! Goymið Guds orð nú í hjarta og sinn, latið ei Satan, ei verðina inn, Jesus má hjørtuni eiga! Amen vit siga í trúnni so glað, Gud hevur svarað á bøn vára ja, amen í Himli hann sigur. Lambið, bert Lambið, sum synd vára bar, heiður og prís allar ævir hann fær, amen, halleluja, amen! Jens Larsen (Danm.), ( og ). Frederik Boye (Danm.), ( og ). ( Danielsen týddi). Gud við tykkum inntil næstu ferð! Gøtuna hann tykkum greiði og við lombum sínum leiði Gud við tykkum inntil næstu ferð! Niðurlag: Inntil næstu ferð, til vit hittast, til hjá Jesusi vit boyggja knæ, inntil næstu ferð, til vit hittast Gud við tykkum inntil næstu ferð! Gud við tykkum inntil næstu ferð! Hann við veingjum tykkum goymi og í ongum tykkum gloymi Gud við tykkum inntil næstu ferð! Gud við tykkum inntil næstu ferð! Táið hóttir tykkum vandi, nær hjá tykkum tá hann standi Gud við tykkum inntil næstu ferð! Gud við tykkum inntil næstu ferð! Hann í deyða tykkum verji, einki ilt á tykkum herji Gud við tykkum inntil næstu ferð! Jeremiah Rankin (Amer.), ( Danielsen týddi). Signa okkum, nú vit fara, Harri, á, vit biðja teg, at várt hjarta teg má æra, við tín kærleik gleða seg, lívga okkum, lívga okkum her á hesum tronga veg! Vit tær takka, teg tilbiðja fyri evangelium; Harri, lat ta tøkk, vit siga, líka tær í Himlinum! Lat várt samband, lat várt samband vara við á veginum! Tá tú so vilt okkum kalla inn í heimið uppi har, vit ígjøgnum ævi alla tøkk og lovsong bera tær, sum á krossi, sum á krossi syndabyrði vára bar. John Fawcett (Ongl.), ( Danielsen týddi). Breið verndarveingir tínar, á Jesus, yvir meg, og lat meg hjá tær hvíla, í øllum skoða teg! Verð tú mítt alt í øllum, mín vísdómur, mítt ráð, lat meg hvønn dag á foldum av náði liva fá! Lat onga synd mær valda, varðveit meg, tær til prís, gev mær eitt halgað sinni, títt bílæt í mær vís! Lat hvørja stund meg sanna, hjá tær er lívd og læ, á morgni, degi, kvøldi mær unn at kenna tað! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Vinir, nú vit mugu skiljast hvør frá øðrum einaferð, á, hvør gott tað er at vita, skilnaðartíðin long ei er! Hittast vit nú ikki aftur, her sum nívir synd og sorg, Gudi veri prís, vit finnast í tí ljósu Himmalborg! Niðurlag: Ja, hjá Jesusi vit hittast, lova honum betur tá; har vit aldri aftur skiljast, hvílu æviga vit fá. Harrin gleddi vári hjørtu alla hesa góðu tíð, tá vit savnaðust um orð hans, gloymdu mangan lívsins stríð; er tað nú so stórt her sameint hevja veiku lovsongsrødd, hugsið tá, hvør songur dynur, har sum pína øll er grødd! Farið væl nú, kæru vinir! Vit hjá Gudi finnast glað; Jesus koma skal og taka brúður sína heim ein dag. Bert so stutta stund hann bíðar, latum okkum halda á! Jarðarinnar stríð og møði skjótt vit skulu gloyma tá. ( Danielsen týddi). Dagur er liðin, sólin fer í kav, í myrkrið smoyggir sær hitt milda lotið. Hjarta mítt nígur djúpt í bøn til Gud og takkar fyri alt, tað hevur notið. Gud, fyrigev mær míni brot og brek, og fjal tey undir dagsins ríku náði. Sjálvræði burt úr hjarta mínum rek, og vilja tín við mær tú altíð fái. Tá verður náttarhvílan trygg og góð, vit verða knýttir fast við vinarbondum. Aldri vit skiljast, tú mær brýtur slóð og heldur míni hond í tínum hondum. Svend Rehling (Danm.), (Brynleif Hansen týddi). Ella: Ljósið svinnur yvir fjøll og fløtur, náttin breiðist yvir hav og lond; ljóssins barn! Ein hvíldartími søtur bíðar tær í lívd av Harrans hond. Glaður tú til hvíld teg leggur niður, troyttur eftir dagsins verk og stríð; runt um teg og títt er Harrans friður, trygt tú sovnar Jesu favni í. Ei kann ónt í náttini tær náa, undir krossinum er lívd og skjól; har sum Jesus og hans friður ráða, finna ongar illar maktir ból. Skuldi tú so, áðrenn lýsir dagur, komið í hitt síðsta tunga stríð, ja, so opnast jú hin gylti staður, og tað verður ljós á kvøldartíð! Ellern Gøtzsche (Danm.). ( Danielsen týddi). Nú dagurin at enda er, og náttin komin nær, algóði Gud og Faðir ver hjá mínum og hjá mær. Vælsigna tey, mær standa nær, vælsigna henda stað. Hjálp okkum til at fylgja tær við trúgvum sinnalag. Eg ofta veikan kenni meg; men, Himmalfaðir mín! Styrk tú meg, á tað biði eg, og halt meg nær til tín. Tú syndarar av svøvni vek, til tín hvørt hjarta drag. Tey veiku styrk, tey sjúku lek, ger sorgarbundin glað. Í Jesu navni sigi eg tær tøkk, Gud Faðir mín, at tú av náði leiddi meg á rætta leið til tín. Og tøkk, at tú meg hevur vart frá váða og frá neyð. Tøkk fyri himmalljósið bjart, tøkk fyri dagligt breyð! Djóni Isaksen, Tann dagur, Gud, tú gavst, er liðin, og nátt tú sendir okkum nú; til tín vár morguntøkk er stigin, vár aftanlovsong eigur tú! Vit takka tær, títt prís ei svevur, sum jørðin rullar fram sín veg, hvønn tíma fólk títt tøkk tær gevur, hvønn tíma tungur æra teg. Sum yvir oyggjar, lond og staðir ein dagur lýsir nú frá tær, til tín upp stíga songir glaðir, og prís og bønir hoyrast har. Tá hvíldartíð er her, tá vakna í eystri brøður okkara, at aldri tú, á Gud, skalt sakna ein lovsong fyri náðina! So verði Gud! Tín tróna standi, um verðin øll enn víkja má! Títt navn á havi og á landi av hvørjum munni prís skal fá. John Ellerton (Ongl.), ( Danielsen týddi). Eitt dagsverk meir fyri Jesus, og lív mítt stytt ein dag! Men dýrdin nærri, og myrkrið fjarri enn nakran annan dag. Í kvøld Guds ljós ger bjart á dimmu kós. Niðurlag: Eitt dagsverk meir fyri Jesus, eitt dagsverk meir fyri Jesus, eitt dagsverk meir fyri Jesus, og lív mítt stytt ein dag! Eitt dagsverk meir fyri Jesus á dýrd at tæna tær! Ei plikt, nei, sæla, títt prís at tala, ja, sál mín veingir fær at minnast teg, tín deyða fyri meg. Eitt dagsverk meir fyri Jesus og lívsælt verk er tað tín heiður sýna og náði tína, tá Guds børn savnast glað! Hvør lívgar tú mítt arma hjarta nú! Eitt dagsverk meir fyri Jesus! Ja, verkið møðsamt er; men heimið lýsir og leið mær vísir hvørt stig á vegnum her. Og tú, mítt alt, tilbiðin verða skalt. Á signað verk fyri Jesus, á hvíld hans føtur við! Har stríð er gleði, og dag frá degi hans líðing veitir frið. Á, veit mær tað at tæna enn ein dag! Anna Warner (Amer.), ( Danielsen týddi). Dagur er liðin, komin aftankvirra, dimmið sær smýgur oman gjøgnum dal, náttin er nær, og kenna øll á sær: Vælkomin er nú náttarhvíldin sæl. Soleiðis dettur dagur stútt av degi, sandurin rennur gjøgnum tímaglas, morgunsins sól brátt náttarskýggið fjól álvaravarðin eftir dagsins vas. Himmalsins Harri, lýs tú tína signing yvir ta sál, sum leitar skjól hjá tær. Verndarhond tín nú hvør fer heim til sín dragi í miskunn okkum til tín nær. Háberg, Tí navni, sum vit byrja við, við tí vit enda nú, tí navni, har vit eiga frið vár Harri Jesus, tú! So ókent var hitt dýra navn ta longu, longu tíð, so ókend var hin trygga havn, sum nú vit eru í. At einki gott í okkum var, ei kraft, ei vit, ei ráð, at alt bert deyðans merki bar, vit skiltu ikki tá. Tí var so vónleys, myrk vár leið, og hugmóð ráddi her, tí stríddu vit, men kendu ei, hvat sannur friður er. Ein dagur signaður tað var, tá egin máttur sveik, og trygt vit hvíldu, sterk í tær, í okkum ørm og veik. Ja, Jesus, tak tað lov og prís, tú kanst frá okkum fá, og okkum meir teg sjálvan vís, til heima vit teg sjá! Victor Danielsen, Tað er tín vilji nú við mær, eg grivin verða skal við tær; við hesi gerð tað játti eg og vitni frítt: Tú eigur meg. Eg glaður lýdni vísi her og tryggur, tí títt boð tað er; eg fylgja vil tí smølu leið, tað veit eg víst, eg angri ei. Vit nú í hesi myndini tín kærleik síggja, Frelsari! Sum her eg søkki, vitni eg: Tú sakk í deyðan fyri meg. Úr vatni upp eg rísi, tí tú grøvini ei liggur í; eg eri risin upp við tær, tí verðin fremmand nú er mær. Á, hjálp mær, Harri, rokna meg sum deyðan tí, ið særdi teg, ja, øllum, sum ei sømir mær, ið eri deyður nú við tær. Tá teg eg, Jesus, hyggi á og tína dýrd kann alla sjá, eg rokni lítið, hvat tað mær kann kosta, her at fylgja tær! ( Danielsen týddi). Við tær sjálvum, Harri, grivin trúgvin roknar eins og tú; eftir tínum egna orði okkum deyð vit rokna nú! Deyði, dómur aftanfyri, lívið liggur fyri mær, bylgjurnar á Jesus brutu, mistu sína megi har. Hann sum lívsins fyrstagrøði risin er av deyðanum; uppreist vit í honum standa, frelst og frí frá dóminum. Vit í Jesu deyða doyðu, eru gravløgd eins og hann, eitt við honum í hans uppreisn, har ei deyðin náa kann. Táið Jesus kemur niður, fult útloyst vit verða tá; hesi deyðans likam skulu tá hans dýrd og heiður fá. Nú er navn títt háðað, vrakað, og vit eru tað við tær; men vit skulu ein dag, Harri, eiga ríkið við tær har! Mrs. Trench. ( Danielsen týddi). Í tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú! Men vár tráan og vár longsil, øll vár vón ert eina tú; kom og ber til vári hjørtu meiri náði, ljós og kraft, meiri lív og meiri gleði, enn vit áður hava havt! Uppihalt og føð tú okkum gjøgnum hetta nýggja ár, send tú okkum signing, náði, ugga tey, sum fella tár! Okkum lær at tæna, elska alla tíð, á hvørjum stað, okkum lær við tráan vænta komu tína dag um dag! Lær tú okkum øll at nýta tíðina at tæna tær og at telja várar dagar, sum at hvør hin síðsti var! Gev, at eingin burt skal spilla náðina, sum árið ber, hetta ár, sum kanska verður síðsta ár hjá onkrum her! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Ella: Á hall nú árið komið er, nú oyðist ong og líð; sum dreymur kemur hon og fer, hin stutta summartíð. Skjótt súsar vetrarstormur vilt, alt følnar dag um dag. Lat følna! Hjarta mítt er stilt, tí aðra troyst veit tað. Lat lækka sól og dimmast leið, lat styttast hvønn ein dag! Guds veldisarmur styttist ei, hans ljós ei dimmist tað! Lat gulna hvørt eitt blað, hvønn kvist, lat følna hvørt eitt strá! Guds kærleiki, tað veit eg vist, umskiftist ikki svá. Eg veit ta gleði, sum ei doyr, um oyðið alt er her; við Betlehem ein eingil hoyr hin gleðiboðskap ber. Eg veit, hvar vónin stendur grøn, er kalt og myrkt hjá mær; tí krossins stóra sigursløn ein ævig frelsa var. So følni bert og doyggi tá hvør blóma her á fold! Mín trúgv á hann skal óskerd stá, ið hvat so legst í mold. Eitt ævigt vár hann goymir mær; so valdi vetur her! Og grøvin aldri sigur fær, tann grøv, sum sigrað er. Casper Johs. Boye (Danm.), ( Danielsen týddi). Tó skapanarverkið Gudi bar sín lovsong á nýggjum degi, hvør blóma, hvørt djór, hvørt keldufar til Skaparans stóru gleði, hann segði: At maðurin eina var, ei gott var á lívsins vegi. So skaptist við miklu guddómsvøld til mannin hin vakra kvinna, og so hevur verið øld um øld, at hjørtuni saman finna. Og tveimum vit fagna her í kvøld, sum skilligt hvørt annað ynna! Gud varðveiti hetta brúðarpar, við friði og trygd tey krýni, hann verji tey við hvørt fótafar um brekku, um dal, um sýnu, og yvir ta leið, enn eingin sær, hans náðisól altíð skíni! Háberg, Á Jesus, signa hetta heim og hesa kærleikspakt, lat kennast greitt, at yvir teim títt friðarorð er sagt! Tú himmalbrúðgómur, tín veg lat vera teirra við, og lat í tær tey gleða seg og hjá tær finna frið! Tey gjørdust eitt í náðini, ger tú tey sameint so, at felags trúgv og kærleiki um frið kann bera boð! Ja, gjøgnum hvønn ein lívsins dag, í sorg og gleði við, lýs, Harri, yvir hetta stað tín kærleik og tín frið! Withy. ( Danielsen týddi). Ella: Eydnu nú ynskja vit, bróðir og systir, yvir ta pakt, sum tit gjørdu í dag! Veri í heiminum síðstur og fyrstur Harrin, sum signaði tykkara ja! Gudsfrykt og kærleik lat samlívið prýða, gudsfriðin varða lat tykkara lut! Tá skulu ljósna tey spor, sum tit stíga; fagni so tykkum hin trúfasti Gud! Abraham Grimstvedt (Noreg), ( Danielsen týddi). Vár Harri, tú, sum einaferð eitt brúdleyp signaði, ver sjálvur tú til staðar her, gev frið, vit biðja teg! Við náði brúður, brúðgóm prýð, lat náði lýsa teim, at friður hvørja stund og tíð má fylla hetta heim! Og signing ríka lat tey fá, hygg á tey, Harri, milt, at tey og alt, tey eiga, má av lukku verða fylgt! Við reinum kærleika tey fyll og Kristi sinnalag, at byrðar hvørt hjá øðrum still tey bera dag um dag! Í hopi vend mót Himlinum tey ferðast lat við tær, inntil tú sæst í skýggjunum, og øll vit savnast har! John Berridge (Ongl.), ( Danielsen týddi). Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann og leiddi brúður fram til hann og beyð teim eitt at vera, í náði hygg á hetta stað, á hesi bæði, sum í dag pakt hvørt við annað gera, so tey í neyð sum í gleði á tí vegi, tú tey leiðir, liva tær til prís og heiður! Mary Peters, ( Danielsen týddi). Farvæl, mín bróðir í Kristusi her, takk fyri tíðina, endað nú er! Harrin skal gera, at aftur ein dag skulu hans elskaðu finnast so glað. Hittast vit tá foldum ei á, skulu har uppi hvør annan vit sjá, og tí farvæl siga vit sæl, takk fyri tíðina hvør hava skal! Signaðir tímar, og lívsæl hvør stund, tá vit við Guds børnum koma á fund! Tó, mangan dýrari verður ein dag fagnaðarsongin at hevja so glað. Frelsarans blóð, semjan so góð okkum á ferðini sterk ger og fró; og tí farvæl siga vit sæl, takk fyri tíðina hvør hava skal! Treystur tí, bróðir! Hann sleppir oss ei, trúgvur hann varðveita skal vára leið; kærleiki Guds røkkur hvønn ein dag til, ei sínum útvaldu sleppa hann vil. Guds børn, vit glað skiljast í dag, vís, at vit hittast í Himmalsins stað! Og tí farvæl siga vit sæl, takk fyri tíðina hvør hava skal! Takk, á vár Frelsari, at tú vart nær, lætst okkum kenna, tað toknaðist tær, at tíni børn vildu savnast at fá styrki og rættleiðing ferðini á! Skiljast vit nú, vita vit, tú byggir Guds fólki í Himli eitt bú; og tí farvæl siga vit sæl, takk fyri tíðina hvør hava skal! Lind (Danm.), ( Danielsen týddi). Nú skilnaðarstundin nærkar seg, eg hoyri, røddin kallar meg; nú endar, Harri, trongd og stríð, nú rennur upp mín hvíldartíð! Nú endar skeiðið, sum eg rann; eg stríddi stríðið, sigur vann, eg bar mín vitnisburð um teg, sum elskaði og frelsti meg. Eg líti ei á mína gerð og tað, eg sá og kendi her, nei, Jesu deyði, Jesu blóð, tað er mín grund, mín hvíla góð. So lættur fór eg frá tær, verð, um vinir ei meg syrgdu her; á Harri, ver hjá teimum nú, og teirra hjørtu troysti tú! Eg komi, komi nú til tín, tær yvirgevi anda mín; á Jesus, kom nú sjálvur her og um hitt síðsta stríð meg ber! Ja, skilnaðarstundin er nú her, mín loysti andi burtur fer; nú stríð er úti, møði við, tín tænari nú doyr í frið. ( Danielsen týddi). Sov søtt, á vinur, sov og hvíl teg nú! Vit vildu, tú hjá okkum skuldi búð; men tryggari hjá Jesusi ert tú farvæl, farvæl, farvæl! Tú svevur søtt sum barnið vøggu í, men vaknar ei sum tað til tár og stríð; fullkomin er tín hvíla djúp og blíð farvæl, farvæl, farvæl! Til henda sorgarnátt at enda er, til morgunstjørnan boð av degi ber, til Harrin sæst í skýnum aftur her farvæl, farvæl, farvæl! Til skuggar svinna fyri sólini, og vaknar hvør, í Kristi sovnaði, til lívið sigur ber av grøvini farvæl, farvæl, farvæl! Inntil tú líkur Jesusi skalt stá í ljóma, sum ei mannaeyga sá, og krúnuna av hondum hans skalt fá farvæl, farvæl, farvæl! Farvæl, farvæl, men ikki ævigt, nei! Ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið, so hittast vit, har skilnaður er ei, og inntil tá farvæl! Inntil við hásætið vit standa har í hvítum klæðum, Harranum so nær, til eyga várt hans dýru ásjón sær farvæl, farvæl, farvæl! Sarah Doudney ( ). ( Danielsen týddi). Ikki vilja vit harmast, um jørðin teg fjalir, um enn myrkur og sorg dvølja grøv tíni hjá; Jesus undan tær gekk inn í glitrandi salir, og hans kærleiki lýsti upp deyðskuggan tá. Nú ei longur vit síggja teg, jørðin teg goymdi, og vit kunnu ei leið vára fylgjast við tær; men hitt náðinnar hjarta, tað ikki teg gloymdi, og tín Frelsari hjá tær í myrkrinum var. Reginald Heber (Ongl.), ( Danielsen týddi). Bk. Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síðstu ferð; táið tár við skilnað renna, troyst í hesum orðum er. Skulu aldri meir vit síggja kær og elskað andlit her, í tí ljósa staðnum nýggja, vinur ei frá vini fer. Mugu vit við sorg enn standa við so manga opna grøv, vita vit, at skjótt vit landa oman fyri hetta støv. Táið tár við skilnað renna, á, hvør søt hin troystin er: Aldri tey, sum Harran kenna, hittast skulu síðstu ferð! Schiørring (Danm.), ( Danielsen týddi). Syrgið ikki tey, sum sova við Guds friði moldum í! Skjótt tey skulu Gudi lova, lyft upp yvir neyð og stríð, takka fyri lív av deyða, prísa fyri streymin reyða, sum úr Jesu hjarta rann; teirra sál har frelsu fann. Orðið okkum greitt jú sigur til at ugga hjørtu mødd. Harrin skjótt skal koma niður, hoyrast yvireingils rødd; øll tey deyðu, sum hann eigur, stíga fyrst av grøv við heiður; vit við teimum fara tá upp at vera honum hjá. Guds børn! Hvør ein ljósur morgun, verdur mangan myrkan dag, tá vit, loyst úr synd og sorgum, savnast øll hjá Gudi glað, honum tøkk og lovsong bera, allar ævir saman vera, sæl og trygg, úr trongdum loyst! Minnist, tað er Harrans troyst! Grundtvig (Danm.), ( Danielsen týddi). Tú, deyði, ert beiskur, og hart manst tú slá, tú kemur við sorg og við tárum, tú spottar øll menniskjans ynski og ráð, tú lær yvir svíðandi sárum; eg leitaði, leitaði, fann eingi ráð tú, deyði, ert beiskur, og hart manst tú slá. Eg leitaði, leitaði, einki tó vann, sum uggar hitt stúrandi hjartað; hjá tær, á mín Jesus, til endan eg fann tó ljós her í myrkrinum svarta; tú, Harri, tú eigur tey bjargandi ráð, ja, deyðan tú vanst, tó so hart hann man slá. Ja, eiturodd deyðans við heiður breytst tú, mín Harri og Frelsari kæri! Av angist og váða tú bjargar mær nú, og skjótt til tín sjálvs heim eg fari. Tú deyði, tú grøv, brotin broddur tín er! Tí Jesus vann sigur og lívið mær ber. ( Danielsen týddi). Tá sól er sett her á, sæli morgun, við honum dýrdin tá byrja man, alt stríð er endað ein lívssæl lýsing, tá sól er sett her eg hvíla kann. Tá sól er sett her hvørt skýggj er horvið, hvør stormur stiltur hvør ótti burt. Á, gleðidagur, sum ei fær enda, tá sól er sett her hvørt tár gerst turt! Tá sól er sett her ein hond meg leiðir til Gud, mín faðir, sum prís mítt fær. Hans dýrd at síggja, hans rødd at hoyra, tað er tann heilsan, mær møtir har! Tá sól er sett her eg aftur síggi øll tey, sum fóru heim undan mær, og í tí landi vit aldri skiljast tá sól er sett her í ævir har! Virgil Brook (Amer.). ( Háberg týddi). Byggir ikki Harrin húsið, virkast ei í Harrans frykt hvussu væl so enn er smíðað, er tó alt til einkis bygt. Varðar ikki Harrin staðin, sum á fjalli reistur er, vakja vaktarmenn til einkis, staðurin til grundar fer. Lítið batar egna megi, drúgva dagsins sleip og slit. Trúgv og treyst á Gud er leiðin, Harrans frykt hitt sanna vit. Tað, ei vanst í egna strevi, Harrin vini sínum gav mangan, tá á hvíldarlegu trygt í trúgv hann lá og svav. Bygg tí, Harri, hetta húsið, verj tú henda veika flokk, yvir okkum skrivað standi: ?Náði mín hon er tær nokk!? Háberg, Skjótt tú kemur Jesus kæri, skjótt tú kemur, kongur mín, hvør ein tunga skal teg játta, syngja takkarsong til tín. Skjótt tú kemur, sum tú segði, heim til tín at taka meg, har í tínum faðirhúsi dýran bústað eigi eg. Niðurlag: Skjótt tú kemur, skjótt tú kemur, eg í skýnum møti tær, skjótt tú kemur, eg teg síggi, og tær líkur verði har. Skjótt tú kemur, Harri harra, navn títt tað av øllum ber, tú skalt ráða, Kongur konga, tú, sum verður, var og er. Skjótt tú kemur, og tá verður einki myrkur, eingi tár, eingin synd og ongar sorgir, sólin skínur ævigt klár. Skjótt tú kemur, einki annað virði hevur fyri meg, uttan tína dýrd at skoða og tilbiðja, æra teg. Skjótt tú kemur, og eg bíði, og vónsvikin verði ei, spyrji ei um dag og tíma, glaður ferðist mína leið. Skjótt tú kemur, dýra borð títt komu tína minnir á, tá títt breyð og vín eg njóti, deyða tínum boði frá. Frances Havergal (Ongl.), (Hákun Djurhuus týddi). III. Jesus, syndarum ein vinur, Jesus, sálarlækni mín! Vinir svíkja, vandar hótta, men eg vendi mær til tín! Niðurlag: Á ein trúgvur sálarvinur, á ein hjálpari, sum meg frelsir, troystar, verjir, elskar her á lívsins tronga veg! Jesus styrki mín í møði, lat meg fjala meg í tær! Tyngdur, freistaður og royndur, í tær sál mín sigur fær. Jesus á tann hjálp í sorgum, táið bylgjur bróta vilt! Ja, tá sjúkt og sært er hjartað hann mín troyst, hann ger tað stilt. Jesus, sum meg leiðir, varðar gjøgnum myrkur, iva, frykt! Stormur, nátt umkring meg, í mær hann, mín loðsur, stýrir trygt. Jesus eg tók móti honum, Jesus hann meg tók til sín! Alla synd hann fyrigav mær, hans eg eri, hann er mín. Wilbur Chapman (Amer.), ( Danielsen týddi). Dýrdarnavn títt, Harrin Jesus, okkum einans savnar her, boð títt lýða, glað teg minnast, Drottur, sum av øllum ber. Sum tú hesa máltíð vígdi svikaráðsins dapra kvøld, vit við breyð og bikar boða deyð tín fyri heimsins fjøld. Ímynd likams tíns og breyðið, kalikur títt dýra blóð, sum var syndabót hjá okkum, friðarpakt við Gud so góð. Harri, signingríki vertur, heiðursgestir vit hjá tær, hjørtu takksom teg tilbiðja, minnast teg, sum ert so nær. Harri Jesus, teg vit elska, tó vit ei teg hava sæð, tráa innast teg at skoða, Sigurskong á krossins træ. Alfred Gibbs (Amer.), (Páll Poulsen týddi). So segði Harrin: Bert tit venda um og eru still, tit bjargað skulu verða; ei svikin skal tann maður verða, sum vil bíða eftir tí, ið Gud vil gera. Tey vildu ikki! Sig mær hjarta mítt: Kann eg ei her meg sjálvan aftur kenna! Tá Gud mær vildi vísa ráðið sítt, tá vildi eg á hestum kvikur renna. Mítt eyga søkti bágan her og har: Kann hetta broytast, alt vil ganga betur! Men hygg! Í mínum hjarta skaðin var, har stúran, ivi, lógverk gjørdu vetur. Men, á, hvør góður ert tú, Harri Gud! Tá myrkast var, tú vitjaði mín anda; tín ríka náði broytti um mín lut hvør sæla dýr, í henni eina standa! Tí tráar sál min, Harri, eftir tær! Tín leið er góð og leiðir til hitt góða; og táið Andi tín bert stýrir mær, kann altíð lov og takkarsongur ljóða. Victor Danielsen, Vóru dagar ljósari enn dagurin í dag, kólnaður er kærleikin, og tagnað gleðilag. Tú kanst kenna signing Harrans her á tínum veg, gleðin enn hon bíðar tær, tí Jesus elskar teg. Niðurlag: Jesus teg minnist, hann ei gloyma kann, vinir kunnu svíkja, trúfastur er hann. Angurfulla hjartanum kann hann geva frið, Jesus vil teg minnast, standa tær við lið. Ein er, sum teg hevur elskað hægri, enn tú veit. Tú vart ikki gloymdur, táið syndin hjarta neit. Hann í deyðaangist bað, og tornakrúnu bar. Kendur er við allar royndir, Jesus er tær nær. Hevur deyðans hond ein kæran tikið burt frá tær, er nú blivið myrkur, har sum fyrr bert sólskin var. Jesus, sum seg sjálvan gav at doyggja krossi á, kallar teg, tú sorgarbundni, kom og hvílu fá. Ackley (Amer.), (Hákun Djurhuus týddi). Spyr Harran fyrst, hvørja ferð eitt stig tú skalt taka. Hann er tær nær, og tín veg hann kennir væl. Veit, hvat er best, og tær einki ilt skal saka. Tá hann er við, ei títt hjarta óttast skal. Spyr Harran fyrst, og legg hvønn ein spurning, sum kemur, trygt í hans hond, sum av kærleika er merkt. Og tú skalt sjá, at hans Andi við teg nemur, so tú fært ljós yvir leiðina, tú fert. Spyr Harran fyrst, og lat einki burt frá tær ræna friðin, tú fekst, tá tú endurføddur varð. Minst, at títt lív er ov dýrabart at læna. Harri tín má koma fyrst og fremst hjá tær. Spyr Harran fyrst. Sæla hvíld í sinni tað gevur, táið tú veitst: Hann er við á lívsins leið. Gleð teg hvønn dag í tí frelsara, tú hevur. Hans er øll makt og sítt barn hann gloymir ei. Øssur Berghamar, f. Tá summar at heystinum líður, til reiðar seg fuglurin ger, eitt ljósari land honum bíðar, har summar og sól altíð er. Teir vita, tá vindarnir kólna, at nú nærkast fráferðarstund, teir vita, tá blómurnar følna, teim væntar ein heitari lund. Ein dag savnast allir í skara og ferðast til fjarskotin lond, tá heldur ei fella og snara, teir slíta øll bindandi bond. Guds fólk er sum fuglar, ið flyta, tey bíða bert til teirra ferð, teim leingist til summarsins hita í landi, har Gud teirra er. Har uppi eitt land okkum bíðar, ein heitari, vakrari havn, ja, skjótt kemur hann, okkum fríar og tekur oss inn í sín favn. Ein dag savnast øll í ein skara og ferðast til fjarskotin lond, frá sorg og frá stríði tey fara og lenda á sólljósu strond. Lydia Lithell (Sv.), (Páll á Lakjuni týddi). Kom sum á morgunsins veingjum, kærleikans dýrdliga boð! Kom og sum sólskinið lívga, Guds fólki signing ber so! Niðurlag: Ja, kom sum á morgunsins veingjum, kom, set teg títt hásæti í! Sælasta stund, tá vit pálmarnar bera! Ja, kom, kom við uppreisnartíð! Kom sum á morgunsins veingjum! Dýrd stígur í tíni spor; upp allar gravardyr latast, hoyrist títt uppreisnarorð. Kom sum á morgunsins veingjum, læn øllum tárum títt skin! Kuldi og nátt rætta kransar til tína brúður, tín vin. Kom sum á morgunsins veingjum, kom, ævigt vár okkum ber! Hevjaður fagnaðarsongur har við títt hásæti er. Daniel Whittle (Amer.), ( Danielsen týddi). At trúgva er at falla í bøn har krossin við, á Harran Jesus kalla um frelsu, signing, frið. At trúgva er at hyggja av sínum og av sær, á náðina at byggja, sær leita hvílu har. At trúgva er at grunda sítt alt á Harrans orð, bert eftir honum stunda og stíga í hans spor. At trúgva er at hvíla og líta á hans verk; í tí kann sálin smíla, í deyða vera sterk. At trúgva er at prísa og takka hvørja stund og øðrum kunna vísa ta tryggu frelsugrund. At trúgva er at styðja á Jesus hvønn dag seg, í Andanum at biðja og ganga Harrans veg. Emilie Thorup (Danm.), ( Danielsen týddi). III. Djúpt í synd eg sokkin var, skuldin, hon tyngdi meg; men tá stongd hvør leið var mær, rópti um náði eg. Hann, sum hóttir havið vilt, hoyrdi mítt róp í neyð, í mær, um meg alt varð stilt, sum Jesus beyð. Niðurlag: Náðin frá tær bjargaði mær, tá hvør onnur leið var stongd, tá vart tú nær. Náðin frá tær bjargaði mær; tá hvør onnur leið var stongd, tá vart tú nær. Sál í neyð á villu leið, Jesus teg frelsa vil! Náði hans, hon tømist ei, halla hans bróst tær til! Syndahavið slætna má, bylgjurnar lýða hann, ja, í dag tú hjálp skalt fá, hann frelsa kann. Hóttir vandi, tyngir sorg, ivast mítt hjarta møtt, Jesu náði er mín borg, hjálp hans, hon kemur skjótt; hond hans eym er løgd á meg, ljós verður dimma leið; sær hann hop mítt sett á seg, hann svíkur ei. James Rowe og ( Danielsen týddi). Hvør gleði tað er at finna, tá eina ein gongur her, ein bróður- og systurskara, sum somu leiðina fer! Tað er sum ein svalligur drykkur ein tostleittan summardag; sum skuggi í sólarhita, ein ferðamann lívgar tað. Tá bankar hjartað, og blóðið so heitt gjøgnum æðrar fer, og hvat ið tað er at elska, fyrst tá okkum skilligt er; tí er bert kærleikin reinur, so finst eingin órein glóð, so heitur og sterkur hann logar og styrkir sinnini móð. Ei tungan dugir at siga, hvat djúpt í sálunum býr, tó fegin vit vilja tala um tað, sum várt hjarta trýr, og vera í bøn tilsamans og minna vár Gud á tey, sum saman við okkum stríða í freisting, í trongd og neyð. Ei skyldskapur er á foldum, ið hvat vit so nevna hann, sum so bindur hjarta at hjarta, so sinnini eina kann, sum hetta at eiga tilsamans ein Gud og ein Frelsara, í somu trúgv vera borin og einast um náðina. Hvat verðin eigur at bjóða, tí kristna er lítið vert, hann veit, hitt høga hjá monnum er Gudi ein andstygd bert, men lat hann sleppa at savnast við teimum, ið elska Gud! Tá sannar væl alt hans hjarta, hann eigur ein sælan lut. Og tá hon so er at enda, hin troyttandi lívsins ferð, tá skulu vit møta øllum, sum elskaðu Harran her; har talast ei um at skiljast, farvæl ei biðja vit tá, í ævir vit eru tilsamans vár Gudi og Frelsara hjá. Kirsten Hansen (Noreg), ( Danielsen týddi). Rópa av frøi, rópa tú frelsti, fegnast í Gudi og syng um hans mátt, tæn tú nú honum, ær hann við gleði, hann hevur frelst teg úr myrkastu nátt. Tú, sum ert Harrin, Skapari heimsins, Alveldisdrottur, eg tilbiði teg. Vit eru tíni, fólk títt og fylgið, tað, sum tú røktar og leiðir tín veg. Lat okkum fara fram fyri Harran, stíga um portrini syngjandi øll syngið nú áður tigandi varrar so at tað hoyrist um hamrar og fjøll. Harrin er góður, náði hans varir ævigar tíðir, á, syngið um hann, sum okkum elskar, sum okkum leiðir. Harrin er trúfastur mann eftir mann. Svenning av Lofti, f. Bk. Kæri vinur, tú, sum gongur sorgleyst á tí breiða veg, steðga nú og far ei longur, nú ið Harrin kallar teg! Vinur, hoyr, teg Jesus biður, hoyr nú, hoyr hans rødd í dag! Lat teg frelsa, søkk ei niður í hitt myrka, myrka stað! Hugsa um hans sorg og pínu, um hans deyða fyri teg, tá hann undir byrði tíni gekk hin tunga krossins veg! Um tú dyrnar aftur steingir fyri slíkum vini her, einaferð til hann tú treingir, men tá eingin náði er. Tína vanlukku tú velur, um tú vrakar hann í dag; um tú teg til Satan selur, aldri verður sál tín glað. Sál, vend um av syndavegi, Jesus søk, og søk hann nú! Ævigt lív og frið og gleði frítt av náði tá fært tú. ( Danielsen týddi). Minnast vit tær bøkur mongu, BÍBLIUNI standa í? Mangar boð úr tíðum trongu, aðrar prógv um signingstíð. Talið ei skal okkum ræða: Innan permu sekstiseks. Tá vit byrja væl, endin skal øllum roynast væl. Testamentini vit býta, GAMLA, NÝGGJA nevna tey. Minnast bøkur trítiníggju, hartil koma tveytisjey. Munur er tó tøl at minnast og so bøkur duga væl! Tó vit halda á málið ná, bæði stór og smá. Fyrst í BÍBLIUNI standa bøkur fimm og maður ein, Móses mikli í Guds Anda, Josva djarvi fylgir teim. Dómar'bók við sorgarleikum, Rutt við síni yndisbrá. Her vit sannleik sjá, byrjan frá, tí vit halda á! Síggjarin, profetur Sámuel, leggur navn til bøkur tvær. Kongabøkur og í tali javnt við Krønikubøkur tvær. Ezra, Nehemias, Ester, Job og Sálmabókin stór. Hartil Orðtøk góð, Prædiku-slóð framman Hásong stóð. Jesus nevnir sannleiksorðið, sum Esaias skrivaði, tá hann talar satt um fólkið, sum Guds Sonin vrakaði. Jeremias, Sorgarsongir, minni álvarsom, tó von. Og Ezekiel, Dániel lýsa Mannason. Vit Hoseas, Jóel, Amos, Obadias, Jónas sjá. Mika, Nahum síðan hitta, Habakkuk, Zefanias ná. Haggai, Zakarias stinnir, minna okkum lyfti á. Malakias bók okkum tók út úr gomlu bók. Í tí nýggja brátt vit finna gleðiboðið greitt sett fram. Fyrstur tollari, Matteus, annar, Markus eitur hann. Lukas skrivar valaboðið, Jóhannes sín dýra grip. Og tá hitta vit Ápostlarit trúarkappa-slit. Paulus trínur fram á pallin, skrivar dyggiligt og væl. Honum leingist sáran eftir, at gudsbarnið trívast skal. Eitt til Róm og tvey til Korint, so Galatia, Efesus. Til Filippi vend, Kolosse send signað orð og kend. Tessalonika fær tvey brøv, ungi Timoteus líkt. Eitt til Titus og Filemon, endar brævaskiftið ríkt! Síðan kom Hebrear'brævið, Jákup eitt og Pætur tvey; so Jóhannes trý! Orð so blíð ápostlahjarta í. Móti enda ber nú songur: Judas skrivar stutt og greitt! Opinberingsbók ein fongur, gleðir, er enn stríðið heitt. Minnist bøkur góðar, kæru, sum Guds Andi okkum gav! Búnist andlig lund við hvønn fund her á ORÐSINS grund! Rodmundur Nielsen, f. Eg fór gjøgnum býin við menniskjum mongum, sum keyptu og seldu í handlum so trongum, tey ótu og drukku men enntá var neyð; tí menniskjan livir ei bara við breyð. Niðurlag: Tá hoyrdi eg Jesus, hann talaði so: Hvør er, sum vil bera út fyri meg boð? Eg svaraði: Harri vilt tú senda meg, so fari eg út til at vitna um teg! Eg fór út, sá bilar og ungdómar fagrar, sum rúsevni drukku og sprændu í æðrar; men tó, á, so fátæk, og eyguni deyð, tey søktu sær eydnu, men funnu bert neyð! Tá fólkið av torginum burtur var farið, eg sá, at á bonkinum í einum garði ein sat so forkomin, og lotið var rátt, og klæðini slitin, tað leið móti nátt! Eg fór út á bryggjuna, tungur í sinni og bátar úr útlondum sá liggja inni, tá rann mær í huga tað heidningatal, sum avgudar dýrka og kenna seg sæl! ( Háberg týddi). Sameining við teg, á Jesus, at njóta, eftir tí tráar mítt hjarta og sinn! Rív meg frá tí, sum tað samlag vil bróta, og drag í teg, tú, mítt upphav, meg inn! Greið veri fyri mær eymd tín og pína, sýn mær so spillunnar avgrund í mær, at mín náttúra kann víkja og dvína, andin bert liva og liva í tær! Styrk meg við veldi í sálini inni, vís mær, hvat Andi tín útinna kann! Legg undir vald títt mín munn og mítt sinni, leið meg, so veikan, sum náðin meg fann! Alt, ið mær forðar eg vil, tú tað tekur, bert tú í hjartanum búgva vilt her, og bert tín náði úr hugi mær rekur tað, sum meg plágar og ófrið mær ger. Á, hvør ið kann hetta eina bert duga, upp seg at ofra av hjarta og sál! Á, hevði Jesus fylt allan mín huga! Mær er tíverri langt eftir á mál. Jesus, sum hoyrandi meg vildi gera, rætt mær nú við tína máttmiklu hond, so øll mín atferð kann hereftir vera tær bert til heiður, í halganar ond! Harri, á hoyr tína kurrandi dúvu, Hirði, upp leita tín burt vilsta seyð! Veit fyri beiskt eina leskandi drúvu, reinsa og bjarga úr spillunnar neyð! Lat meg í útvortis siðum ei hanga, sum fyri monnum í virði er sett! Vilja tín djúpt mær í bróstið lat ganga, hjartað av dýrd tíni verða lat mett! Jesus, nær fylla meg skal tó tín hvíla? Byrðin meg nívir, kom, lyft hana av! Nær skal eg síggja teg blídliga smíla? Reis teg og hótt hetta brúsandi hav! Frelsari mildi, sýn ljós títt hitt bjarta, gleð mína sál tínum andliti við! Ríkdómur dýri hjá fátækum hjarta, búgva lat hjá mær tín kærleik og frið! Lat meg, á Jesus, ei óhoyrdan kalla, minst, hvussu sálin er troytt nú og svong! Lat meg, mín troystari, at tær meg halla! Tá kann eg fullnøgdur syngja mín song. Forðum tú segði: Nei ikki eg fái máttleys og ómettað sent tey avstað! Heldur ei kanst tú, á æviga náði, sál míni hjálpina sýta í dag! Dýrasti Frelsari, nú vil eg vinna samband við teg og við lyftisins pakt! Biðið og leitið! Tit fáa og finna, hava tær sannføru varrar jú sagt. Eg vil sum kvinnan av Kána'ans leiðum rópa, og ei verður hjarta mítt stilt, fyrr enn tú svarar við orðunum greiðum: Far, og tær verða skal, júst sum tú vilt! ( Danielsen týddi). Mín vinur góður í Himli er, í Himli er, í Himli er; við blóði sínum hann eina ferð frá synd og heiminum vann meg; til hjartans róp mítt hann vendir sær, eitt stað hann gevur mær uppi har, og um á foldum eg trúgvur var, við kransi prýða skal hann meg. Mær vísir orðið hans bílæti, hans bílæti, hans bílæti; og hjarta mítt vann hans kærleiki, av øllum fagrastur er hann; í honum sigur mín sál nú fær, hann her jú stríddi og harri varð; tí víkur fíggindin fyri mær, tí undan Jesusi fer hann. Hann hevur kvittað mítt skuldarbræv, mítt skuldarbræv, mítt skuldarbræv; og frið við Gud mær hans deyði gav; hvør trygg kann sál mín tá vera! Í honum Gud nú mín vinur er, tí Jesus bøn fyri mær fram ber; hav, Harri, tøkk og tilbiðin verð, eg lov og prís vil tær bera! Tí syngur sál mín so fró og glað, so fró og glað, so fró og glað; mær Jesus gevur ein fagran stað, har eg skal vera í ævir; víst armur, veikur eg eri her, og syndin mangan mær trupult ger, men har ei sorg og ei sjúka er, tann, har er komin, er glaður. Har uppi grátur ei hoyrast kann, ei hoyrast kann, ei hoyrast kann; nei, her nóg mikið av tárum rann, nú grætur brúðrin ei longur; nú gleðir hon seg í Himli hátt, har er ei deyði, har er ei nátt, har tagna gremjan og suffið brátt, har er bert gleði og songur. Ein sabbatshvíld er í Himli goymd, í Himli goymd, í Himli goymd; har verða sorgir og stríð skjótt gloymd, har frið Guds børn skulu finna; har er ei pína, har er ei neyð, ei trongd tey kenna, ei synd, ei deyð, bert lív og sælu har njóta tey og hvílu æviga vinna. Og har mítt eyga skal Jesus sjá, skal Jesus sjá, skal Jesus sjá, sum sat í heiður Guds trónu hjá, men steig til krossdeyðan niður; har stað er eisini tilgjørt mær, tá Harrin savnar sítt fólk hjá sær, í faðirhúsinum uppi har er trygd og ævigur friður. ( Danielsen týddi). Ella: Ella: At siga heiminum farvæl, um til Guds dýrd tað gerast skal, er altíð svárt at duga: Tað lærdist aldri, um ei tú hjá okkum, Jesus, festi bú og lýsti sinn og huga! Hvør mangan troyst hjá tær eg fann, tá hjartað skalv, og grátur rann, og brutu sorgarbylgjur, við støvið hongur sál mín tó, og fíggindin, tú hin dag sló, í vreiði meg forfylgir. Á Jesus, Harri, alla neyð tú kennir, ja, hin beiska deyð, sum tú jú hevur vunnið! Tú veitst, at ræðslan lúrir nær, og eingin uttan ótta sær sítt lívsskeið vera runnið. Á, komst tú, sum eg veit so væl, í dýrd tú eitt sinn koma skal og greitt teg opinbera var tað á degi ella nátt, farvæl eg segði her og brátt fór upp hjá tær at vera! Men skal eg áður deyðan sjá, í loyndum kom, og minst meg, tá meg grøvin myrka hóttir! Lýs á meg, so hon verður gloymd, og sál mín tær í favni goymd, og ivi, váði bøttur! Á síðstu náttarstund kom her, send onkun vin, sum boð títt ber, at styðja meg og ugga, at tala við meg um hin stað, har tíni frelstu savnast glað, ei sorg og sjúka skugga! Kom, sum tú vilt! Eg veit, í mær tín Andi vitnar: Her og har eg tína rødd skal kenna, sum fær at tagna heimsins brús og stillar sum hitt milda sús, tá tár av eyga renna. Lat meg á míni síðstu stund tað hoyra djúpt í hjartans grund, sum lív og Andi talar, hvør ljóst hjá tær í Himli er, at vinarhond tín heim meg ber í hinar gyltu salar! Tá skal eg, áðrenn deyðans hond meg nemur, slítur síðstu bond, og fellur náttin svarta, trygt sovna tínum favni í og gloyma synd og sorg og stríð sum barn við móðurhjarta. Grundtvig (Danm.), ( Danielsen týddi). Sæl sálin, ið eigur hin frið, sum Gud gav, tó eingin kennir dag, fyrr enn sól fer í kav! Á morgni so yndisligt fuglurin læt, sum áðrenn kvøld í búrinum syrgjandi sat. Mong blóman um sólarris angandi stóð, sum líggin, áðrenn aftnaði, náðileyst sló. Í morgunsól hevur mangt smábarnið spælt, sum áðrenn dagur leið, var í deyðskugga fjalt. So eydnurík sál hevur ljósið ei sæð, at ikki alt kann umskiftast ein stuttan dag. Sæl, sæl tó hin sál, sum Guds frið eiga kann, tó alt kann verða broytt, áðrenn dagurin svann! Sum fuglurin glaði vit lovsyngja tá, um enntá ei várt eyga skal sólsetur sjá. Vit gleðast sum blóman, ið dagurin ól, um enn vit liggja deyð undir dalandi sól. Sum smábørn á morgni vit frøast sum tey, tó kvøldsól okkum síggja kann følnað og deyð. Guds friður tað var, sum várt lív gjørdi ljóst og sendi Gud sín frið í hvørt syrgjandi bróst! Sæl sálin, ið eigur hin frið, sum Gud gav! Tí hann er sálarsólin, sum ei fer í kav. Ingemann (Danm.), ( Danielsen týddi). Hvør signað er hitt hvíldarstað, við Jesu kross at liggja, á hann í trúgv at skoða glað og vón á hann at byggja, at syngja barnsins glaða song og Gud, vár Faðir, æra, sum hjálpir, tá vár leið er trong, og okkum trygt vil varða! Úr bondunum er sál mín loyst og fræls í honum blivin, hans hvíla í mítt bróst er oyst, mær barnarættur givin; meg gleðir Hirðans eyma rødd, eg gera vil hans vilja, mín sál í sárum hans er grødd skal eg hans navn tá dylja! Hans krossur er mær lívsins træ, mín synd har krossfest vorðin, har er í neyð mín lívd, mítt læ, og trúgvin uppi borin; har rópti hann: Tað fullgjørt er! Øll heimsins synd var sónað; ja, mína skomm og synd tað ber, hitt høvur tornakrónað! Har blómar liljan hvít og rein, sum er mítt prýði blivin; eg var ein turr og følnað grein, men nú í hann inn grivin; tí Jesu krossur lív varð mær, har lívsins kelda rennur; so veikur, armur kom eg har, nú sál mín hvílu kennir. Á jørð ein gestur eri eg, ei her mítt heim eg fái; men um so Sinai hóttir meg, eg hvíli í Guds náði. So ómild sløg mær Móses gav, tí søkti eg til Hirðan, frá honum fekk eg arvabræv, og burt er svunnin byrðan. Eg livi glaður uttan sorg, meg Harrans veingir bera; ei hugnar mær í ivans borg, har vil eg ikki vera. Eg semjist við hin lítla flokk, tí har eg hoyri heima, og Jesu náði er mær nokk, hann ei sítt barn vil gloyma. ( Danielsen týddi). Sig takk fyri verkið, tær Gud hevur valt! Tú ynskir eitt annað? Nei, hoyr: Er Jesus tín ævigi skattur, títt alt, hvat vilt tú tá ynskja tær meir! Hans trúfasta kærleik tú uggi teg við, men aldri tú vænti ein varandi frið her á foldum! Títt Kána'an er ikki í oyðimørk her, her gistir tú bert eina nátt; og morgunin kemur, hvør myrk hon enn er, og tá, ikki fyrr, verður gott. Brátt komin tú ert gjøgnum deyðskuggans dal, tín trúfasti Josva, hann leiðir teg væl, ver tí stillur! Tú hugsar: Ja, fekk eg ein lættari lut, tá skuldi eg stund eftir stund bert takkað og prísað, og unti mær Gud eitt størri, eitt ríkari pund, hvat skuldi eg virkað og avrikað tá og sáað hitt himmalska sannleikans sáð, hvar eg kundi! Nei, nýt tú bert pundið, sum Harrin tær gav! Tú veitst, at hann trúskapin sær; ver vísur, tú sigldi eitt slættari hav, um tað fyri bestum tær var! Er lutur tín lítil og vanvirdur við, tín Faðir tær valdi hann, bíða og tig fyri honum! Teir tornir, sum særa og stinga tín fót, tín Gud skuldi brotið teir av og makað hin stormin, sum tekur títt mót, lagt niður hitt skúmandi hav, um tað hevði verið tær gagnligt, men minst: Hann hyggur á endan og ei á, hvat vinst bert ein tíma! So lær teg sum hann tí á endan at sjá og takka so fyri tín lut! Tá leiðin ber oman, hygg uppeftir tá, úr djúpunum kalla á Gud! Og best sum tað brúsar, hitt hóttandi hav, tú stendur á strondini, sigur hann gav gjøgnum Jesus! Lina Sandell (Sv.), ( Danielsen týddi). Sálini í Kedars tjøldum leingist, tráar bakið skjótt at venda teim, tráar, vend mót Himli, suffar treingist skjótt hann kallar: Kom, mítt barn, kom heim! Troyttur eri eg av lívsins møði, leiddur við tess tóma, falska gykl; heimurin mær eitt sinn veitti frøi, men hans smíl var lótir, fals og hykl. Eg við heimsins streymi havi rikið, tómu lyfti hans helt vera mat, visti ei, mítt hjarta bert var svikið, visti ei, hans kærleiki var hat. Ókent heimið var á Himmalstrondum, arvin uppi har eg virdi ei, sovandi eg lá í syndabondum, tryggur nær at eggini eg steig. Men ein dag tað kann eg aldri gloyma hoyrdist veldig rødd í brósti mær: Barn, hvar ert tú? Hevur her tú heima, sum frá upphavi so elskað var? Og eg vaknaði, og alt eg skilti: At eg undir Harrans dómi lá; deyðans angist sálina nú fylti, og eg honum fall til fóta tá. Bróst mítt fylti vónloysi og ótti, um meg, í mær hvørt eitt ljós varð sløkt, hvar eg royndi, stongdar dyr mær møttu, sálin var í deyðans dýpi søkt. Rópið steig úr brotna hjarta mínum: Kann mítt kall at oyra tínum ná, veit mær lætta tá í deyðans pínum, vís mær náði, lat meg ljós títt sjá! Og hann hoyrdi rópið; sjón so føgur fyri mær í náttini har stóð: Sonur Guds á krossi boygdi høvur og úthelti fyri meg sítt blóð. Dýrdlig sjónin var: Guds Lamb at skoða við als heimsins synd og sorg sær á og hans tornakrýnda høvur boða júst tað svar, eg fegnast vildi fá: Lív er hann tær, sannleiki og vegur, tína synd út strikaði hans blóð, tær til frelsu Gud hann givið hevur, friður veitist tær, á sál so móð! Og tað var, sum einglar ljósir tóku meg og løgdu meg við Harrans bróst; friðarorð burt hjartans ófrið róku, horvin náttin var, og alt var ljóst. Fríur eri eg, við bróst hans liggi sum hans líðinga- og pínsluløn; burt frá heimsins tómleika eg hyggi, uppfylt sálin er av tøkk og bøn. Einglar Guds á vegnum meg nú varða, Harrans sterki armur verjir meg, og eg lurti og skal kvikur svara, tá hann rópar skjótt: Nú komi eg! Melchior Gjertsen (Noreg), ( Danielsen týddi). St. Eingin vinnur fram til hin æviga frið, uttan hann framá seg treingir; stríðið mást tú stríða, ei geva tær grið, mangt er, sum leiðina steingir. Portrið tað er trongt, og smøl er lívsins leið, krúnan bjørt tó goymd er tí, sum svíkur ei; men her mást tú troðka, ja, troðka teg fram, tað er óbroytandi reglan. Hindur ikki tróta á, varða teg, sál! Satan teg ætlar at slúka; halt ímóti honum, stevn beint á títt mál! Ei mást tú eirindi brúka. Lurta ei, tá heimurin teg lokka man, ikki eftir tí, títt hjarta girnast kann! Vinur, stutt og greitt, vilt tú sál tíni væl, barst fyri lívinum eina! Skjótt skal verða gloymt, hvussu svárt stríðið var, tá inn um portrið vit ganga; eingin sál seg iðrar, sum komin er har, endað er náttin hin langa. Sov ei longur tí, nei, vakna nú við hast, bjarga tíni sál nú, meðan frelsa fæst! Klædningin hin hvíta, hann eiga tú mást, skalt tú í Himmalin koma. Ófrelst aldri sjá hini lívsælu lond trúgv mær, á sál, tað, eg sigi! Ei tey kasta akker við Himmalsins strond gev hesum gætur, eg biði! Uttan trúarlív tú sæluna ei fært, vendi tú ei við, ei endurføddur vart; kom til Jesus tí, men ger álvara av! Hetta, bert hetta, er leiðin. Gud í síni náði enn rópar í dag: Bygg ei á tað, sum fær enda! Hevur tú nú higartil litið á tað, skunda tær aftur at venda! Harrans hond er ment at frelsa nú sum fyrr, Jesus stendur enn við tínar hjartadyr, Náðiandin roynir at vekja teg upp sælur ert tú, um tú vaknar! Lars Linderot (Sv.), ( Danielsen týddi). Ljós sæst í myrkri, vinir, land fyri stavn, um eina stutta stund vit eru í havn, skip várt eitt vrak nú er, sum ei verður bøtt, tó í bátin komu vit og rógvið nú skjótt! Niðurlag: Rógvið til lands, vinir, rógvið til lands, fótin í bekkin, gevið stormi ei ans, togið á árarnar og gerið ei stands, hugsið ei um vrakið nú, men rógvið til lands! Lítið á bátin, vinir, hann svíkur ei! Hart bróta bylgjurnar, og myrk er vár leið; óttist ei ódn og stormin, rógvið bert hart! Morgunstjørnan leiða skal, er myrkrið enn svart. Vit eru skjótt í havn, tá verður alt gott; stormur og sjóvarilska tagna tá brátt, tryggir á strondini vit brátt skulu stá takka vit nú Harranum og dríva so á! Philip Bliss (Amer.), ( Danielsen týddi). Tey siga, eg droymi, tó veit eg, at Jesus, meg loysti úr trældómi, synd og úr neyð. Hann er nú mín Frelsari, Brúðgómur, Harri, hann hevur meg leyskeypt frá skuld og frá deyð. Niðurlag: Um tað er dreymur, lat meg bert droyma, eitt eg tó veit: Hann synd mína bar. Dagur jú er, sí sólskinið floyma lat meg bert droyma, um dreymur tað var. Mín heimstaður sæli sum morgunin rísur, og Jesus mín Frelsari bíðar mær har. Nei, eg veit, eg ei droymi, eg síggi tað lýsir, skjótt ævigt hans elskandi smíl eygað sær. Í stríð fyri Jesus nú treystur eg vági, at breiða út frelsunarboðini kær, í talu, í songi, um Frelsarans náði í lívi og deyða hann altíð er nær. Gipsy Smith. ( Zachariassen týddi). Av fjalsins brún hann lítur yvir staðin, har sólin bakar bygningarnar á, men fremst og høgt upphevjað, henda dagin, hitt stolta templið skyggjandi hann sá. Við eygum starir hann, sum gjøgnumtreingja hin fagra ham, ið hylur svára neyð. Hann sær, at synd og vantrúgv útisteingja tær signingar, ið hann so mangan beyð. Og Jesus græt, hans eyma hjarta bløðir av heitum kærleika til tey, hann sær, um hetta fólkið sínar egnu brøður sum vilst í døprum syndamyrkri var. Hann hoyrir larm av staðsins veitslugaman og gleim og dans til leik og bjølluspæl. Men tá í vestri hvørvur sólarglæman, fer Jesus syrgjandi um Kedrons dal. Jerúsalem, Jerúsalem, tú arma, sum støðugt eykar tína syndamongd! Eg vildi teg sum ungamamman varmað, men fyri mær var hurð tín alsamt stongd. Jerúsalem á, um tú bara visti, hvat her til frið og besta tænir tær, men fjalt nú er tað sjónina tú misti tú kendi ei ta tíð, tú vitjað varð! Einar Ekberg (Sv.), ( Zachariassen týddi). Eg droymdi, at dómadags morgun var komin og lúðurin blást. Til dóms fyri trónuni hvítu hvør tjóð og hvørt fólkaslag sást. Úr hásæti sást gyltur eingil á landinum, sjónum at stá. Við hondum mót himli har svór hann, at endi var tíðini á. Niðurlag: Fortapt hoyrdust rópa og gráta, tí vreiðin tey rámti so meint. Tey fjøllini bóðu seg fjala, men bønin varð biðin ov seint. Hin ríki var har, men hvørt oyra var smeltað og heilt oyðilagt. Hin fátæki kravdur varð eftir hans skuld, men hann fekk einki sagt. Hin stóri var har, men hans styrki av deyðanum stoytt varð í sor, í bókunum kundi ei finnast um stórleika hans eittans orð. Eg faðirleys sá, eg sá einkjur, Gud mintist tey, troyst teimum gav. Í Himlinum eingin meir syrgir, Gud turkaði tár teirra av. Ein drykkjumann sá eg, og tjóvin mangt mannaliv teir høvdu oytt. teir stóðu tilsamans við hinum, sum vórðu í Helviti stoytt. Hin góði varð leiddur til dómin, men sjálvgóðska hansara fall. Eg sá teir, sum krossfestu Jesus, til jarðar hvør ein teirra small. Tær sálir, ið vrakaðu frelsu, sum sagt høvdu: Ikki í dag, vit hava ei tíð nú til Kristus! Til dóms vórðu førdar avstað. Pickett. ( Zachariassen týddi). Á, eg veit um ein stað, sum er fagur, og Guds bústaður dýri er hann! Allur múrurin um hann er jaspis, og á gulli ein ganga har kann; mitt í staðnum har lívsáin rennur, rein sum krystal og føgur at sjá, men ei helvt av tí dýrd og tí sælu er menniskjaoyra sagt frá. Ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt av tí dýrd og tí sælu er menniskjaoyra sagt frá. Á, eg veit um ein bústað í Himli, sum til reiðar mín Frelsari ger! Tann, á foldum hans navn hevur elskað, til hin bústað ein arvingi er; har ei synd sleppur inn, og ei sorgin, har ei elli, ei veikleiki ná, men ei helvt av tí gleði, har bíðar, er menniskjaoyra sagt frá. Ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt av tí gleði, har bíðar, er menniskjaoyra sagt frá. Á, eg veit um ein búna so hvítan, um ta krúnu, hvør rættvísur fær, táið Faðirin kalla skal á tey: Komið higar og búgvið hjá mær! Hvussu æviga signing tey njóta, sum tey ferðast har gullgøtum á; men ei helvt av tí søguni dýru er menniskjaoyra sagt frá. Ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt av tí søguni dýru er menniskjaoyra sagt frá. Á, eg veit um ein Frelsara mildan, sum hvønn syndara elskar og kann geva frið, fyrigeving og náði hvørjum hjarta, sum leitar til hann at hann seyð sín skal leiða og verja, til í ævir hann er honum hjá! Men ei helvt av hans góðsku og náði er menniskjaoyra sagt frá. Ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt er okkum sagt frá, ei helvt av hans góðsku og náði er menniskjaoyra sagt frá. Atchinson (Amer.), ( Danielsen týddi). Dýrt er hetta undurfulla loyndarmál fyri tann, sum eigur eina frelsta sál, dýrt, tí gøtan her er bæði myrk og hál: Morgunstjørnan rísur brátt! Niðurlag: Morgunstjørnan rísur brátt, morgunstjørnan rísur brátt! Táið Jesus kemur, sum tað verður gott. Morgunstjørnan rísur brátt. Tá er eingin meir, sum líður hall og neyð, eingin sjúka, eingin sorg um dagligt breyð, eingn grátur, eingin stúran, eingi deyð morgunstjørnan rísur brátt! Liðið er á náttina, tað kennir tú, Jesus hvørja stund kann koma aftur nú til at heinta tey, sum hava á hann trúð, morgunstjørnan rísur brátt! ( Háberg týddi). Tá forðum við Guds orði fram úr ongum verðin steig, og ljós varð birt, hvørt kykt fekk lív hvør stjørna sína leið, tá sungu synir Guds til Skaparan eitt lovsongslag tann Gud, sum var í fornu tíð, hin sami er í dag! Hin sami er í dag, hin sami er í dag, tann Gud, sum var í fornu tíð, hin sami er í dag! Tá Móses við Guds fólki úr Egyptalandi fór, var Reyðahavið fyri teim og aftan herlið stór. Teir sluppu gjøgnum havið, tí at Harrin kloyvdi tað tann Gud, sum førdi fólkið út, hin sami er í dag! Hin sami er í dag, hin sami er í dag, tann Gud, sum førdi fólkið út, hin sami er í dag! Tá Dávid fór mót Goliat, sum eginsterkur stóð, í styrki Guds hann risan brátt við sleingju niður sló, og fíggindin hin sterki flýddi skelkaður avstað. Tann Gud, sum veitti Dávid hjálp, hin sami er í dag! Hin sami er í dag, hin sami er í dag, tann Gud, sum veitti Dávid hjálp, hin sami er í dag! Tá Dánjal trúgvur, sannur stóð og ærdi Gud ei mann, í løvubølið haturshendur grammar tveittu hann; men djórini ei numu hann Guds almakt gjørdi tað tann Gud, sum var í Dánjals tíð, hin sami er í dag! Hin sami er í dag, hin sami er í dag, tann Gud, sum var í Dánjals tíð, hin sami er í dag! Á hvítusunnu Andin kom sum eldur Himli frá, og øll tey frelstu vórðu fylt, so heimurin tað sá. Trý túsund vendu um og vórðu doypt halleluja tann Gud, sum sendi Andans kraft, hin sami er í dag. Hin sami er í dag, hin sami er í dag, tann Gud, sum sendi Andans kraft, hin sami er í dag. ( Háberg týddi). Við vongknúgva brotnum á havinum bláa ein fuglurin rekur, er staddur í váða, tí flogið ei meira vil uppi hann bera og má tí so óhjálpin sitandi vera. Hvør mangur og ein hesa lagnu má bera, sum avlamin fuglur als einki kann gera. Tað tekur so meint og so tungt er at læra, tá ein ikki aftur til verka kann fara. Ei fuglarnir sáa og heysta sær grøði, tí Gud hevur lovað at geva teim føði. Og tú, sum nú situr av heilsuni skerdur, í Orðinum stendur, tú meira ert verdur. Og hann, sum á markini blómuna klæðir, veit eisini, hvat ið tær tørvar og bagir, tí ikki tær virka, ei heldur tær spinna, og tó yvir Sálomons dýrdleika vinna. Men, eingin sum hann var so sligin og særdur, og likamið húðflongt, av koyrlinum bardur, tó bar hann tað stillur, læt ikki upp munnin, til reiðar at stríðast, til frelsan var vunnin. Tá skein út úr myrkrinum ljósið hitt bjarta í sálina mína, og stillað var hjartað. Um tíðin enn long ella stutt er at bíða eg komi til staðin, har eingin skal líða. Um fjørðurin nú skuldi smalkast í bræði, er hann innanborða, tá er alt í lagi, hann stýra vil bátin úr deyðskuggans landi og halda um róðrið, til heima eg standi. Eg skoða skal Jesus, mín Frelsara kæra og øll tey, har eru: Ein hvítskrýddan skara, har songdunið er sum av veldigum fossi til hann, sum leið deyðan á Golgata krossi. Øll sjúka er horvin, hvør nívandi pína, sum døgg fyri sólini ævigt má dvína. Á, umbroyttir dagar hjá honum at vera, hvar einki av hesum meir skaða skal gera. Edmund Jacobsen, Á Harri Jesus, verð tú mær ein veruleiki, altíð nær! Títt andlit lat meg nærri sjá enn nakað, sum á fold eg sá, og hjarta mínum dýrur verð sum eingin annar vinur her! ( Danielsen týddi). Lat meg tínar eymu hendur kenna á mær hvønn ein dag! Hvussu lívsins streymur vendir tá kann sál mín hvíla glað. Adolf Brüssau (Týskl.). ( Danielsen týddi). Aldri mær av huga fari krossurin hin tungi, harði, sum teg, lívsins Harra, bar! Nei, lat krossins beiska minni tala, rópa í mær inni, hvat eg havi kostað tær! Benjamin Sporon (Danm.), ( Danielsen týddi). Nú vestur á luftina lívssólin gongur, og kvøldskuggin longu úr fjøllunum hongur, og setandi sól móti havsbrúnni dalar; um jarðarlív okkara greitt hetta talar. Hitt æviga lívið Gud sínum væl goymir; og aldri í ævir hann børn síni gloymir; tá er ikki kæran um lukku, sum svinnur, ta lukku, sum varir, hvørt Guds barn har finnur. Óli Reinert, Í friði stígi fótur mín um lívs, um deyðans veg! Ein syndari men, Harri mín, tú doyði fyri meg! Valpy. ( Danielsen týddi). Guds orð er ogn og arvur tann, vár ætt, várt avkom eigur; Gud, gev, um okkum sigast kann, at vit tí vístu heiður! Tað er vár hjálp í neyð, vár troyst í lív og deyð; hoyr, Harri, vára bøn, veit okkum hesa løn, at ættin orðið arvar! Grundtvig (Danm.) ( Danielsen týddi). Harra Himmalsins vit prísa, navni hans hálova hátt. Loystir skarar heiður vísa, geva honum dýrd og mátt, prísið honum, prísið honum, lov og heiður til vár Drott. Stór og undurfull hans náði okkum signar, okkum ber, alla æru navn hans fái, altíð hann hin sami er, prísið honum, prísið honum, hátt í heiður navn hans ger. Trygt og væl hann okkum leiðir, øll vár brek jú kennir hann. Honum veri dýrd og heiður, sum í øllum hjálpa kann, prísið honum, prísið honum, hvør ein sál, sum frelsu fann. Prísa honum, einglaherur, syngið hátt ein fagnaðarsong, sól og máni, rúmd og verur, fólkasløg á jørð so mong, prísið honum, prísið honum, prís og lov til konga Kong. Henry Lyte (Skotl.), (Øssur Berghamar týddi). As-durur Løtt úr blundi hvør og ein, fram við skundi skær og rein. Orðið at læra, Harran at æra, ei bert til spæl og gleim. Dagliga verkið at inna. Harranum sálir at vinna, samfelt við gleði á lívsins vegi ein dag vit sleppa heim. A-durur Sanna ungdómsgleðin er at kenna Gud, ja, at vera frelstur og eiga Hann til lut, meðan ein er ungur at ganga á tí veg, har sum Harrin sjálvur fylgist við mær her. Takk, at Tú meg frelsti, tá eg ungur var, takk, at blóð Títt rann, ja, fyri okkum har. Takk, at Tú gekk vegin til kvølfullan deyð fyri meg at frelsa út úr synd og neyð. Sanna ungdómsgleði verðin ei mær gav, nei, eg sakk bert djúpt í syndarinnar hav; men Tú, Harri, fann meg, hjálp Tú sendi mær, og í ungdómsárum fylgist eg við Tær. Sanna ungdómsgleði tú ei fáa kann, um tú vrakar Jesus og ei velur Hann, Hann, sum lá og stríddist í Getsemane, og at enda lív Sítt gav Hann fyri teg. B-durur Hví júst eg, Harri, hvat hevur gjørt, at Tú signaði so mína friðleysu sál? Hví júst eg, eg, sum livdi eitt lív kensluleyst burt frá Tær, uttan mið, uttan mál? Hjálp mær nú, Jesus, tí veikur eg eri, Tú veitst, einki gott býr í mær. Men Tú hevur frelst meg, við vissu tað veit eg og halli meg trygt inn at Tær. Leið meg, Gud, tí mítt ynski er nú, at Tú eiga skalt alt tað av røttum er Títt. Gev mær kraft til at vera ein rødd, sum kann tala um Teg, Tú, sum alt gjørdi nýtt. D-durur Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út um Guds stóra kærleika. Lat hetta endamálið lýsa bjart, sum deyða bjargar frá. Ein frelstur ungdómsflokkur vitna kann um heimsins Frelsara. Lat gleðiboðskap frá Zarepta blaktra út um Guds stóra kærleika. B-durur Á Golgata eg gleði fekk í hjartað, sum eingin makt kann ræna frá mær her, og nú eg syngjandi mót Himli stevni, tí henda fold mítt sanna heim ei er. Og inntil tá eg ferðist fram við gleði, inntil tá mín sál kann syngja glað, inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur, inntil eg síggi ljóssins stað. Hin ungi eftir trygd og gleði leitar, men einans sálarkvøl og vónbrot fann, bert Jesus sálini kann lukku geva, á, sum tað verður stórt at síggja Hann! Á, ungi vinur, heimurin bert svíkur, hann lovar nógv, men voldir deyð og bann, men Jesus elskar, frelsir, fyrigevur, lít nú á Hann, sum altíð koma kann. C-durur Knústur fyri meg, av kærleika gavst Tú Teg sjálvan fyri meg, til Faðirin Tú gjørdi veg, eitt ævigt lív fekk eg. Eg prísi Tær, halleluja, eg lovi Tær, halleluja. Amen, amen. F-durur Óbroytiligur er kærleiki Harrans, Hans náði ongantíð burt falla kann, hon er nýggj hvønn ein morgun, nýggj hvønn ein morgun. Stór er Tín trúfesti, á Gud, stór er Tín trúfesti. Es-durur Eg eri endurføddur, við Kristi blóði grøddur, og í Guds náði standi eg. Eg syngja kann við gleði, tí eg fekk lív og megi, og í Guds náði standi eg. Tær, Jesus, prísi eg, Tú hevur signað meg, eg syngja vil um alt, Tú hevur gjørt. Mítt hjarta, fylt av friði, so tætt at Tær er drigið, tí í Guds náði standi eg. Nýggjur skapningur eg eri, ei fordøming longur beri, í náði Guds eg standi nú. Mítt hjarta flýtur yvir, tí Jesus í mær livir, í náði Guds eg standi nú. Harri, Tær eg prísa vil, Tær jú hoyrir æran til, eg um øll stórverk Tíni syngja vil. Meg markleys gleði fyllir, Guds Andi veg mín gyllir, í náði Guds eg standi nú. G-durur Hátt á einum kletti ein viti stóð, gav sær ikki far um fjøru ella flóð, grundaður á hellu, tryggur stóð hann har, kastaði sítt ljós bæði fjart og nær. Um á vetri brimið í bergið stóð, kavarok og regn og vindur vitan sló. Og um summarlýkkan kíndi vitans brá, skein hann líka trútt yvir havsins vág. Millum riv og vandar, á veg til lands, mong ein skúta takksom vitanum gav ans. Sóu teir hann skyggja, stýrdu teir hans leið, vandaleys var skútan og kósin greið. Eins og hesin vitin á myrkum veg, Jesus vil, at tú skalt lýsa fyri seg. Mangur er í vanda, mangur einki sær, lýs tí fyri Hann bæði fjart og nær. C-durur Eg hoyrdi einglasong dynja: ?Halleluja?, eitt veldigt, himmalskt kór tað var. Eg hoyrdi einglasong: ?Prísið Jesu navni?, himmalkórið sang uppi har. Eg hoyrdi túsund lúðrar blása til Hans æru, søguna kæru um Guds Lamb, sum dripið varð. Eg hoyrdi milliónir prísa Jesu navni. Himmalkórið sang uppi har. Eg hoyrdi dýran song ljóma út úr Himli, eitt fagurt, óhoyrt tónalag. Eg hoyrdi hvøllan song, spæl og einglarøddir, sál mín rivin við varð og glað. Eg fall á knæ og bað, tá tey høvdu sungið, tey róptu: ?Amen? øll í senn. Eg fall á knæ og bað: ?Gævi eg í Himli kórið hoyri einaferð enn.? D-durur Vit fingu lív, vit fingu frið, og nú vit kunnu syngja við: At alt var myrkt og tómt og kalt, men Jesus kom og umbroytti alt. Og nú vit vilja, at tú skalt hetta skilja, sum vit ei kunnu dylja, hvør gott tað er at kenna Hann. Hann gevur megi og kraft á hvørjum degi. Á, undurfulla gleði er at kenna Frelsaran. G-durur Tína dýrd Tú ofraði, tá Tú komst av hæddini, og av hondum, ið Tú skapti, vart Tú særdur. Tú lætst lív, men upp Tú stóð, og meg reinsaði Títt blóð, nú Tú høgt ert lyftur upp og verður ærdur. Eg Tær lovi, Gud og Harri mín, hjarta mítt Tú vanst eg eri Tín, ja, Tín um ævir vil eg vera. Tú mær lív við krossins deyða vann, setti meg í frælsi frið eg fann. Eg av hjarta ynski stórt Títt navn at gera. G-durur Ein fittur dreingjaflokkur, eitt vakurt gentulið, tey syngja so søtt, tey læra so skjótt og spæla og renna so glað og løtt. Og hesin káti flokkur og hetta glaða lið, tey hoyra nú um Hann, hvørs blóð á krossi rann, og sum smábørn frelsa kann halleluja! Ein frelstur dreingjaflokkur, eitt bjargað gentulið, tey syngja so søtt, tey læra so skjótt og ferðast mót Himli so glað og løtt. Og hesin dýri flokkur og hetta kæra lið, tey vitna frítt um Hann, hvørs blóð á krossi rann, at Hann smábørn frelsa kann halleluja! C-durur Skjótt fer tokið avstað, kom nú við og sig ja. Vit ferðast mót lívsins stað, Jesus førari er; ferðaseðil er her. Halleluja, til reiðar teg nú ger. Dúdd, dúdd, dúdd ljóðar floytan, bibb, bibb, bibb, kom avstað! Tjogg, tjogg, tjogg koyrir tokið, og vit halda mót lívsins stað. F-durur Tað er ei longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Í mær, í mær, Kristus livir nú í mær. Tað er ei longur eg, sum livi, nei, Kristus livir í mær. Tað er ei bara eg, sum livi, nei, onnur liva kring meg. Kring meg, kring meg, onnur liva jú kring meg. Tað er ei bara eg, sum livi, nei, onnur liva kring meg. D-durur Verdur, Tú Harri, verdur ert, verdur dýrd og heiður, mátt og tilbiðjan og prís. Syngið halleluja Lambi Guds í Himli! Vit hálova, prísa Tær, kunngera Títt navn. Halleluja, dýrd Tær, Kongi, veri, Tú meira enn sigraði, Títt vald er ævigt vald. F-durur Bíblian hin kæra, dýri skattur vár, ævinleikans Orðið grøðir sálarsár. Boð hon ber frá Gudi, synd fordømir Hann, men við Kristi deyða øll Hann frelsa kann. Lív mær gevur Orðið, mettar mína sál, veitir vápn til verju, ráð til dagsins mál, hevur fjøld av lyftum, lýsir mær mín veg, og í hvørjum tørvi hjálp har finni eg. Ognist mær so Orðið, trúgv mín, mennist hon, treingist trá til álit á Guds egna Son. Tryggur í Hans ørmum lýðin gerist eg, vaksandi í náði gangi Harrans veg. D-durur Jesus, Jesus, Jesus, dýrabart er tað navnið mær. Hirði, Kongur, Harri, sum er altíð undurfult nær. Jesus, Jesus, Jesus, vit tilbiðja og prísa Tær, Tú, hvørs navn ævigt standa skal, og so dýrabart er tað mær. C-durur Tað er eitt merki, sum blaktrar á húsi hjarta míns, á húsi hjarta míns. Tað er eitt merki, sum blaktrar á húsi hjarta míns, tí konganna Kongur býr har. So lat tað blaktra so høgt, at øll verðin sær, Jesus býr í mær. So lat tað blaktra so høgt, at øll verðin sær, at konganna Kongur býr har. D-durur Tú mær legði ein nýggjan song inn í mítt hjarta. Hvønn ein dag vil eg lova Tær, mín Harri og Gud. Tú mær legði ein nýggjan song inn í mítt hjarta. Tú meg dró út úr myrkri inn í Títt æviga ljós. Og vit syngja halleluja. Ja, vit syngja halleluja. Og vit koma við gleði til ásjón tína, Gud. F-durur Eigur tú tann Vin, sum yvir øllum øðrum ber, kennir tú tann frið, sum eina finst, har Jesus er. Veitst tú, hvat tað er at hvíla tryggur í Hans hond, ikki óttast bylgjurnar, ið bróta tær í nánd. Hann gav lívinum innihald, nú mín sál kann syngja frítt. Hann gav lívinum innihald, og Hann fylti hjarta mítt. Tú, sum friðleysur fjakkar um ongan útveg síggja kann, kom og gev títt hjarta, títt lív til Frelsaran. Einki metast kann við lívið, tú í Honum fært, Hann teg leiða vil so trygt ígjøgnum myrkrið svart. Vraka tú tí ei tann Vinin, sum av øllum ber, lít á Hann, so tú til komu Hans til reiðar er. E-durur Vend títt eyga á Jesus, hygg inn í Hans andlit so kært, og øll heimsins gleði vil fána burt í tí náði og dýrd, ið tú sært. G-durur Alvaldsgud, tignið vár Alvaldsgud! Tín á Jesus, er heiður æra og dýrd! Velli fram hásongur heiðurs Tíns, hásæti Títt, kongsveldi frítt, hátignarskrýtt. Hevjið hátt vár Dýrdardrott og navn Hans, Jesus, dýrdarger, boð um Hann ber, syng fagnaðarsong. Alvaldsgud, tignið vár Alvaldsgud! Deyðan Hann vann, tilbið tí Hann, konganna Kong! Es-durur Latin eri eg í búna frelsunnar og sveipaður í rættvísi. Sveipaður í Jesu Kristi dýrabara blóði, sum meg reinsaði. Eydnuríkur eri eg, tí Faðirin Hann elskar meg og gav mær alt í Jesusi. Tá Hann nú meg sær, Hann sær meg ikki, sum eg var, men Hann sær Jesus. C-durur Komi eg til Jesus, glaður verði eg; nívist eg av sorgum, uggar Jesus meg. Komi eg til Jesus, gleðist sálin mín; eymt og blítt Hann kallar børnini til Sín. Tá eg kom til Jesus, Jesus frelsti meg, Anda Sín Hann gav mær, hjartað reinsaði. Eg til Jesus fari, leggi hond í Hans; trygt og væl Hann leiðir meg til Himmallands. Har í hvítum klæðum, millum børn so glað, skal eg síggja Jesus og Hans kongastað. F-durur Á Jesus, drag meg, ja, Harri, drag meg í nærri samfelag við Teg, og lat meg kenna Tín Anda brenna, so eg Teg elski meir og meir og meir. D-durur Leiðist tær við heimsins gykl og glitur, við at reika uttan mál og mið? Tak og savna lívsins brostnu dreymar og legg teir allar Jesu føtur við. Ber bert alt, ber bert alt, ber bert alt til Jesus ber bert alt, ber bert alt, ber bert alt til Jesus og gleði Hans skal fylla tína sál. Ei sagt Hann hevur, skýleyst skal vera, at einki æl skal skugga fyri sól, men Hann lovar hjartað fylt við songi og fyri tár og líðing troyst og skjól. D-durur Zions land mítt stavnhald er; glaður í Guds stóru frelsu. Friður fylgir mær á ferð; glaður í Guds stóru frelsu. Glaður, glaður, syngjandi hvønn dag ferðist eg avstað. Glaður, glaður, glaður í Guds stóru frelsu. Álit er mítt sigursprógv; glaður í Guds stóru frelsu. Sigli mangan vandasjógv, glaður í Guds stóru frelsu. Skjótt eg hómi heimlandsstrond, glaður í Guds stóru frelsu. Syngi ævigan fagnaðarsong, glaður í Guds stóru frelsu. F-durur Bert góðska og náði skal fylgja mær allar dagar eg fold eri á, og eg skal búgva um ævir í húsi Harrans, og eg skal sita við borðið Honum hjá. Bert góðska og náði skal fylgja mær allar dagar eg fold eri á. G-durur Hvørja løtu, hvørja stund, mín Faðir varðar meg. Hvørja løtu, hvørja stund, ei nakað óttist eg. Hann, sum spurvin falla sær, er altíð nær. Hvørja løtu, hvørja stund, Gud vakir yvir mær. Es-durur Eins og tystum hjørti leingist eftir vatni langtandi, sál mín tráar eftir Tær, mín Gud, og vil tilbiðja Teg. Skjøldur, skjól ert Tú vorðin mær, mín andi tráar eftir Tær. Gud, Tú ert míns hjartans longsil, og eg vil tilbiðja Teg. D-durur Guds náði meg ber, tá eingin vón er longur, og ivi, ræðsla tyngja mína sál. Og tá ið so heimurin ein dag forgongur, av náði Guds eg náa skal á mál. Ja, náðin hon ber, Guds endaleysa náði, ígjøgnum Kristi blóð eg frelsu fái. Bert hetta eg veit, og tað mín friður er: Guds náði ber, Guds náði meg ber. Av náði eg skal inn í Guds ríki stíga, tí sálin bjargað er, halleluja. Men deyða og bann mín Jesus mátti líða, tá fyri meg Hann hekk á Golgata. F-durur Eg líta kann meg á Hann, sum eg ferðist fram. Eg líta kann meg á Hann, og eg syngja kann. Tó at vegin dimma her vil mangt eitt heglingsæl, vil eg tó líta á Hann, og alt er væl. Og Hann vinur er, trúgvur vinur er. Lít bert heilt á Hann, ið hvussu fer. Tó at vegin dimma her vil mangt eitt heglingsæl, vil eg tó líta á Hann, og alt er væl. D-durur Lær meg lýdni, Gud, lær meg bert at tæna Tær, vís mær ta leið, Tú ynskir, eg ganga skal á. Lær meg lýdnisvegin, Gud. C-durur Døgg av Himli falla lat á mína tystu sál, døgg av Himli falla lat á meg. Halgi Andi, kom og fyll av nýggjum hjarta mítt, døgg av Himli falla lat á meg. D-durur Gestir her á fold Himmalin er várt heim, vinir bíða har, skjótt vit skulu møta teim. Lovsongurin ljóðar, og sálin syngur sæl: Halleluja, halleluja tøkk vár Jesus fáa skal. Stundin er nær, tá mítt eyga Hann sær, tí við høgru hond Guds situr Jesus. Himlinum í finst ei stúran og stríð, sálin lovsyngur frí alla tíð. Vinur, vilt Tú við, tá tey frelstu flyta burt, Jesus heintar Síni Hann keypti okkum dýrt. Dýra blóð Hans rann, og í grøv teir løgdu Hann. Halleluja, halleluja Jesus reis og sigur vann. E-durur Hvør ein dagur verður við Gudi betri enn í gjár. Samfelagið við Hann gerst søtari hvørt ár. Jesus frelsir, varðar, og eftir Honum bíði eg. Hvør ein dagur verður við Gudi betri enn í gjár. D-durur Gev mær olju á lampuna, Harri, til eitt brennandi ljós meg ger! Gev mær olju á lampuna, Harri, inntil náttin myrka horvin er. Syng hosianna, syng hosianna, syng hosianna til vár Gud og Kong! D-durur Navn Hans er undurfult. navn Hans er undurfult Jesusar navn. Hann Veldiskongur er, alheimin uppi ber. Navn Hans er undurfult Jesusar navn. Hirði so góður, ein klettur um ævir, alveldis Gud Hann er. Ær, tilbið Sonin, níg fyri Honum. Navn Hans er undurfult Jesusar navn. A-durur Jesus, Tú ert meir enn alt hjá mær. Alla gleði eigi eg í Tær. Jesus, Tú ert meir enn alt hjá mær. D-durur Tá ið á vári blómur spretta fyri mær eftir ta myrku vetrartíð. Fuglurin tá aftur hoyrist syngja, sálin tá aftur andar frí. Harri, í hjartað gev mær várið, tak Tú burt ta køldu, myrku synd. Endurnýggja meg við Tínum Anda, tá skal hitin aftur koma inn. Harri, meg ger sum á, ið rennur rein og klár av høgum hæddum niður her, so eg kann siga frá tí søgu um ta kærleiksflóð, av øllum ber. G-durur Vit koma saman her at upp lyfta Guds Lamb, sum frelsu okkum gav við deyðanum við kraft og við Anda leiðir okkum her í sorg og í gleði styrki okkar' er. Á Jesus, vit vilja prísa Tær. Á Jesus, Tú altíð okkum sært, á Jesus ert altíð okkum nær. Eg syngi Tær prís, tí frelsu Tú gav mær. D-durur Guds náði er botnleys, ómáldur Hans friður, og aldri Hans megi kann svinna avstað, tí av Sínum veldigu, ævigu skattum Hann gevur og gevur og gevur hvønn dag. F-durur Hvørt eitt lyfti í Guds bók er satt, hvørt kapittul, hvørt eitt vers er rætt. Henda vissa ger mítt hjarta glatt. Hvørt eitt lyfti í Guds bók er satt. G-durur Takk, á Gud, at Tú frelsti meg, takk, at eyga Títt bar við meg, takk, at Harran Jesus Tú gav, takk fyri náðinnar djúpa hav. G-durur Komið, tosið um Jesus, sum Kongur konga er, og navnið Harri harra allar ævir ber. Hvør tann, sum trýr á Hann, skal liva, um hann doyr, komið, tosið um Jesus, meir og meir. Meir og meir eg ynski gera navn Títt stórt, meir og meir at siga, hvat Tú hevur gjørt, meir og meir tilbiðja Teg sum Harra, Kong. Ja, eg ynski tæna Tær meir og meir. A-durur Eina tíð eg livdi í myrkri, uttan stavnhald, mið ella mál, men so hoyrdi eg Harran at tala, og tað lýsti og vann mína sál! Hann er mín songur, mín gleði, Gud mín og Harri er Hann! Jesus, í Tínum hondum eg æviga hvílu fann! Og mín langtan er nú at liva sum eitt vitni bert fyri Hann, sum á Golgata leinkjurnar loysti og úr myrkursins valdi meg vann! Tá á evsta degi eg síggja skal hin nýggja, himmalska stað, kemur Jesus ímót mær, og prísa Honum skal eg hin æviga dag! G-durur Har á Guds grønu eingjum trygt og væl hvíli eg, Hirðin at hvíldarvøtnum leiðir meg. Heila fylgið á beiti trívist avbera væl, Hans eri eg. Keldan klár, (djúpt í dali) beitið grønt, (høgt á fjalli) móti kvøldi leiðir Hirðin meg. Náttin myrk, (djúpt í dali) gøtan hál, (høgt á fjalli) Hirðin trúgvur vísir veg. C-durur Prísað veri Jesu navn! Prísað veri Jesu navn! Lívið ævigt Hann mær vann, prísað veri Jesu navn! D-durur Lov og tøkk og heiður, Tú, á Harri, eigur. Ríkidømi og vald tilhoyrir Tær bæði nú og allar ævirnar. Tú ert verdur lov og heiður, prís á fold og Himli í. Tú ert verdur eina verdur tign og æru alla tíð. F-durur Hosianna, hosianna, hosianna í tí hægsta! Verdur heiður Tú ert, á Harri, Tú bert; prís Tær veri, á Harri Krist, hosianna í tí hægsta. Dýrdin, æran veri Kongi konga, Tær! Navn Títt vilja vit nú upp lyfta, so Tú kanst heiðurin allan fá, hosianna í tí hægsta! D-durur Hann er Harri, Jesus er Harri, Alveldisdrottur Hann er. Hann er Harri, Jesus er Harri, æviga krúnu Hann ber. F-durur Jesus gevur tær eitt nýtt lív, nýggja vón tær birtir Hann. Eina framtíð Hann tær veitir, hjartans róp títt hoyrir Hann. Hvønn ein spurning Hann kann greiða og teg trygt á vegnum leiða, um av hjarta tú vilt kalla á Hann. G-durur Vit vilja Teg tilbiðja, lov og prís Tær siga, takkarsongir syngja, tónar lata ringja. Halleluja, halleluja, halleluja, Amen! C-durur Ber fram tøkk til Harran, endurloysti skari. Ber fram tøkk til Harran, tí Hann er kærleiki. Syngið prís, rópið hátt lyft upp høgt vár Drott! Ber fram tøkk til vár Gud, Frelsaran! F-durur Eg havi FRIÐ, frið í míni sál. Lovið Harranum! Eg havi LJÓS o.s.fr. Eg havi DÝRD o.s.fr. Eg havi frið og ljós og dýrd í míni sál, frið í míni sál, dýrd í míni sál. o.s.fr. C-durur Faðir, vit Teg elska, Teg æra og tilbiðja, dýrdarger Títt navn um alla jørð. Dýrdarger Títt navn, dýrdarger Títt navn, dýrdarger Títt navn um alla jørð. D-durur Heiðra Jesus, Hann livir! Heiðra Jesus, Hann livir, Hann er upp risin, Hann upp risin, og Hann livir í ævirnar! Heiðra Jesus, Hann livir, heiðra Jesus, Hann livir, heiðra Jesus, tí Hann upp risin er! B-durur Boð um handaverk Hans rúmdin ber, tign Hans kenst, tá ódn um landið fer, dýrd Hans stórbær fyllir víðu verð, undranarvert tað er. Minnast má eg, at Hann einaferð Son Sín gav sum offur niður her, Hann, sum syndatrælir fríar ger, undranarvert tað er. Tá eg ásjón Hans í trúnni sá, stór Hans miskunn var eg undrast má, tí eg sá, at Hann var meir enn bert ein Gud, sum fjarur var, ið einki viðkom mær men nú Hann dag um dag mær er við lið, styrki, vernd og troyst mín hvørt eitt stig, hjálp so holl á vegnum smala við. Hann alt, ja, alt mær er! C-durur Kristus frelsir til fulnar, undurverk Hann ger í dag, vón Hann vónleysum veitir og ger syrgin hjørtu glað. Tú, sum onga sanna gleði fann, drála ei í dag, men kom til Hann, minst, at Kristus eina teg til fulnar frelsa kann. Kristus frelsir til fulnar, birtir ljós í sál og sinn, lívið byrjar av nýggjum, har sum Jesus kemur inn. Alt, eg søkti, eg í Honum fann, alt tú vinnur við at velja Hann, minst, at Kristus eina teg til fulnar frelsa kann. F-durur Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi, gev Honum hjarta títt, nú heitt og lætt tað slær. Ein vinur trúfastur Hann er í sorg og gleði og leiða vil teg gjøgnum alt, ið møtir tær. Vel vinin besta, og lat Hann vera tín leiðara gjøgnum lívið her. Er Hann í ungdómsdøgum tín, Hann vil teg bera ígjøgnum lívið alt, til sólin undir fer. Hvør gott, tá lívið tykist merkt av neyð og vanda, ein vin at eiga, ein, sum sær og skilir alt. Um misskiltur og eina mangan tú manst standa, í trúgv við øllum tú til Jesus fara skalt. Og tá so tíðin her umsíðir er at enda, tú fært hin æviga og fagra sigurskrans, á, hvør ein gleði á tí ljósu strond at lenda, at síggja Jesus og í ævir vera Hans. F-durur ?Legg tína byrði á Meg!? Jesus biður. ?Eg skal teg leiða og hjálpa,? Hann sigur. Mangan eg hoyrdi tey lívsælu orð. Eg bað: ?Harri Jesus, kom ver Tú hjá mær, eg vil hvíla hjá Tær.? Hann biður teg: ?Kom nú til kelduna, kom nú til Mín. Eg veit, at tú tystir, her er vatnið til tín. Eg sá tína støðu, tá í myrkri tú var, og Eg vil, tú skalt minnast, tína byrði Eg bar.? Góðsku so stóra eg aldri kann skilja, tá ið Guds Sonur við Faðirsins vilja kom her til jarðar til spott og til háð. Hans kærleiki loysti meg syndini frá, tá á krossin eg sá. Jesus, eg gevi Tær hjarta og sinni; uttan Teg veit eg, at einki eg vinni. Frelsari, hjálpin er altíð mær nær. Eg takki og prís Tær fyri Títt svar, eg vil vera hjá Tær. E-durur Tá Harrin er mín Hirði, Hann leiða vil mín veg. Eg óttist ikki vandan, tí Hirðin leiðir meg. Í dag, hvønn dag við Honum fylgist eg. Í dag, hvønn dag, tí Hirðin leiðir meg. A-durur Eg ynski at tæna Jesusi, sum meg hevur endurføtt, Hans kærleiki hevur hitað upp mítt hjarta, sum fyrr var flótt. Mína tíð og mínar gávur ei eg spilla vil sum áður, eg vil fara har, Hann sendir meg, tí ein viti eg vil vera, sum kann ljós til onnur bera og kann beina tey á frelsuveg. F-durur Jesus er besti vinur barnanna. Altíð er Hann hjá mær, aldri fer Hann frá mær. Jesus er besti vinur barnanna. G-durur Latið børnini koma til Mín, og forðið tit teimum ei! Latið børnini syngja fyri Mær, tá verður lovsongur har! Latið børnini biðja til Mín, tí tá hoyrir oyra Mítt! Latið børnini spæla fyri Mær, bæði stór og smá! B-durur Himmalheimið skjótt mítt eyga sær, har, sum Harrin Jesus bíðar mær. Undurfult at vita, skuldin út er strikað, tí á Golgata hon kvittað varð. Sæla, signaða land, har brátt búgva eg skal. Jesus longu hevur gjørt alt tað, Gud krevur: Leið á krossi, tí er sál mín sæl. Jesu navn, so dýrabart og søtt, kundi hvørja sál, ið tyngd var, grøtt, givið frið og gleði, fulla vissu, megi. Gev tí Honum hjartað troytt og møtt. Ungi vinur, Hann teg frelsa kann, lívsins kelduvatn tær gevur Hann. Lat Hann tí teg leiða burt av vegnum breiða, heim í bústað Sín, sum Hann tær vann. G-durur Hann hevur sigrað á tí ónda, vunnið yvir deyðans makt, jørð og himmal alt er Honum undirlagt. Hann er dýrdarinnar Harri, men offraði tó alt, tá ið teg og meg tað galt. D-durur Jesus livir, boðið ber, deyðans veldi brotið er. Jesus livir, Hann er nær, tí tá tvey ella trý savnast Jesu navni í, er Hann staddur har. C-durur Byggja Guds ríki, byggja Guds ríki her á jørð. Gentur, komið og hjálpið, dreingir, komið og hjálpið at byggja Guds ríki her á jørð! C-durur Eg vil prísa Tær og æra Títt heilaga navn. Eg vil prísa Jesusi, Hann, sum Kongur er. Hann mær gevur frælsi, Hann mær gevur gleði, Hann mær gevur lívið, sum vert at liva er. B-durur Abba Faðir, hjálp Tú mær heilt at fylgja Tær, gev, at vilji Tín hvønn dag ráða vil í mær. Lat ei kólna hjarta mítt, statt mær altíð nær. Abba Faðir, hjálp Tú mær heilt at fylgja Tær. F-durur Lyft Jesus hægri, lyft Jesus hægri, lyft Hann upp, so at verðin sær. ?Tá eg verði lyftur upp?, segði Hann, ?skal Eg draga øll upp til Mín.? E-durur Hvør er kongur í skóginum, hvør er kongur í sjónum, hvør er kongur í heiminum, og hvør er kongur mín? Eg sigi JESUS, Jesus! Hann er kongur í sjónum. Hann er kongur í heiminum, og Hann er kongur mín! G-durur Til hetta fagra, fagra land, har okkum einki saka kann. Hvør kemur við, hvør kemur við til hetta fagra, fagra land? Til hetta fagra, fagra land, har okkum einki saka kann. Eg komi við, eg komi við til hetta fagra, fagra land. F-durur Harrin er mín styrki og mín lovsongur, Hann var mær til frelsu. Harrin er mín styrki og mín lovsongur. C-durur Yvir um hav, yvir um hav, Jesus, før meg yvir um hav, yvir um hav, yvir um hav, yvir um lívsins hav. Yvir, ja, yvir, yvir lívsins hav, á teim kærleiksbylgjum streymandi, Tú mær gav. C-durur Hitt lívsins breyð vit eta tá, og vit drekka øll av lívsins á. Og Jesus segði: ?Hvør og ein, sum drekkur, aldri tystir meir!? ?Hvat? Aldri tystir meir?? ?Nei, aldri tystir meir!? Tí Jesus segði: ?Hvør og ein, sum drekkur, aldri tystir meir!? C-durur Tá Hann frelsti meg, tá Hann frelsti meg, nakað undurfult hendi, tá Hann frelsti meg. Ivin burtur svann, ljós av myrkri vann. Nakað undurfult hendi, tá Hann frelsti meg. C-durur Gud sendi Son Sín, Harran Jesus, til okkara við kærleikshond. Hann gav Sítt lív, teg og meg at frelsa og vísti, at Hann kundi loysa deyðans bond. Mín Jesus livir, og tí skal eg liva, mín Jesus livir, tryggur eri eg. Eg trúgvi, og eg veit, Hann vil meg leiða, mítt lív er vert at liva, tí Hann elskar meg. Nú skjótt ein dag eg eri heima og síggja skal mín Frelsara. Á, hvør ein stund tá at møta Honum og takka fyri tað, Hann leið á Golgata. C-durur Pætur út á vatnið gekk, tá hann sá á Jesus. Paulus altíð sigur fekk við trúgv á Harran Jesus. Og ein lítil maður var, upp í træið fór hann sær, í hjartanum hann ynski bar: Eg vil síggja Jesus! G-durur Eg syngja kann, tí hjarta mítt tað gleðist at hoyra, hvussu Jesus elskar meg. Hann kom av himmalhæddunum her niður, tók allar mínar syndir upp á Seg. Hvat kann eg fyri Harra mín nú gera? Jú, lív mítt fyri Hann eg liva kann. Hann ynskir, at eitt vitni eg skal vera og leiða onnur menniskju til Hann. G-durur Koma eg vil til Tína keldu, á Gud. Koma eg vil, drekka eg vil, liva eg vil. Drekka eg vil av Tíni keldu, á Gud. Koma eg vil, drekka eg vil, liva eg vil. Liva eg vil í Tíni keldu, á Gud. Koma eg vil, drekka eg vil, liva eg vil. D-durur Eg vil upplyfta teg, Gud, tí Tú ert verdur lov og prís! Hosianna! Signaður ert Tú, signaður ert Tú, sum ert vár frelsa! D-moll Hann rópti fullgjørt, Hann hevur sigrað. Satans vald er brotið, myrkurs herur flýggja má. Jesus er Harri, o, halleluja! Konganna Kongur í ævirnar Hann er! Jesus er Harri! Jesus er Harri yvir lívi okkara. C-durur Nú er summartíðin gylta hoyrið fagran fuglasong, grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt. Summardáin upp seg toyggir, fagurt er um bø og ong, og teg kínir milt um ennið lotið lýtt. Vit Tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð, fyri lýkku, lív og lit um land og hav. Mest av øllum Tínum kærleika vit vilja gleðast í og Tær lova fyri Sonin, ið Tú gav. Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flagsandi framvið, spógvin titar runt á teigum her og har. Ternan verjir væl um ungar sínar: lat teir fáa frið! Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær. Seyður liggur trygt í haga sæst um dalar og um skørð, pollamjørkin rekur fram við fjallatrom. Sólin kagar fram í glottum setur lit á fjall og fjørð, og við sjóvarmálan damlar æðan tom. Sólin setur kvirra legst um land og kyrrindi um sund. Ljós er náttin nú er logn á hvørji vág. Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eygað fer í blund, fyri allan vakurleikan, ið eg sá. G-durur Mín hjálp kemur frá Gudi, sum skapti himmal og jørð. Hann blundar og svevur ei, Hann varðar meg á tí leið, sum føra skal meg heim til Hann, sum skapti himmal og jørð. C-durur Hann gongur um, ger væl og hjálpir øllum. Hann byrðar ber og lekir hvørt eitt sár. Hann er í andanum hjá einsamøllum, ber gjøgnum lívið heilt til ellisár. D-durur Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar, á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð, og fuglar úr reiðrunum nú flagsa. Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong, til dagsins yrki fer hann nú so lættur; og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong, hann vitjar til ungar sínar aftur. Mítt eyga hevur notið ein tryggan, góðan blund, í Harrans hond so søtt eg havi sovið; Guds undurverk eg skoði í hesi morgunstund, við songi eg Gudi mínum lovi. Tøkk fyri, at Tú hevur, mín kæri, góði Gud, mær givið evni til Títt verk at skoða; fylg mær og ver Tú hjá mær, tá eg nú fari út, nú sólin í fjøll og líð man roða. D-durur Hygg upp og nem við Jesus, nú Hann fer framvið, og eg veit, at Hann vil steðga og geva tær frið. Hann er nær í hesi løtu og fyllir tín tørv. Hygg upp og nem við Jesus, nú Hann fer framvið. D-durur Jesus, eg elski Teg, tí Tú hevur elskað meg fyrst. Alt tað, sum heimurin rúmar, kann ei samanberast við Teg. Ja, tú ofraði alla Tína dýrd, tá til jarðar Tú komst at frelsa meg, og tí hevur Gud hevjað Teg Tú í ævirnar ráða skalt. C-durur Eg eri við í Gud heri og stríði fyri sannleikan. Eg eri við í Guds heri; Gud, ger meg til ein rættan mann. Jesusi eg ynski fylgja, um verðin enn meg háða vil; eg vil líta bert á Hann, sum hin størsta sigur vann; eg vil stríða fyri sannleikan. G-durur Tú komst sum hjálparleyst barn í heimin her Tín dýrd var fjald, til tænara gjørdi Teg, gavst Teg at vinna okkum lív. At tæna komst Tú, Kongur lívs, Tú biður okkum fylgja Tær at bera lív várt sum dagligt offur fram í tænastu og tilbiðjan. Í urtagarðinum har Tú mína tungu byrði bar. Við sorg Títt hjarta varð knúst Tíns Faðirs vilja lýðin vart. Kom hendur, føtur Hans síggj tey merki, Hann á krossi fekk. Tær hendur, skapt høvdu alt, av grummum hondum negldust fast. At tæna Tær okkum lær, og lat várt lív Teg lyfta høgt hvørs annars tørv seta fremst, so Kristus, Tú, kanst heiður fá. H-moll Gud er mín styrki og borg, Gud er mín styrki og borg. Mítt hjarta lítur á Teg, Tú hjálpir mær. Og tí er tað, mítt hjarta fegnast, ja, tí er tað, mítt hjarta fegnast; við sangi mínum vil eg prísa Tær, Gud! As-durur Gud enn á trónuni er, og Hann minnist børn Síni her. Um freistingar herja, vil Hann meg tó verja og varða meg á míni ferð. Gud enn á trónuni er, og Hann minnist børn Síni her. Hans orð stendur fast, um enn alt annað brast. Gud enn á trónuni er. E-durur Eg eri ein K. Eg eri ein K-R. Eg eri ein glaður K-R-I-S-T-I-N. Eg veit, at Gud, Hann elskar meg, og Hann elskar eisini teg. Eg eri ein K. Eg eri D-durur Eitt samfelt takkarlag ljóma til Harran skal her í dag. Hann, sum so okkum elskar, er okkum alt. Vár tøkk er innilig fyri Tín kærleika, lív og frið, Jesus, av hjørtum, varrum við vára tøkk Tú fáa skalt. Nú syngið fagnaðarsong, fagnaðarsong, Harrans fólk í dag, lat hoyrast lov og tøkk til vár Kong! G-durur Gud, skap í mær eitt hjarta reint í dag, endurnýggja Tú sál og sinnalag. Varðveit meg hjá Tær, eg vil liva Tær nær, lat aftur Tín Anda virka í mær. Gud, gev Tú mær frelsugleðina av nýggjum, og við tøkk mín sál skal prísa Tær. E-durur Ber tína angist og sorg og alt fram fyri Harran, tú sanna skalt, aldri Hans hjarta er stongt og kalt, ongan sum Hann tú finnur. G-durur Sjálvboðið kemur Títt fólk, tá Tú savnar Tíni her, eins og dagur rísur úr morgunroðanum latin í heilagt skrúð til at prísa Tær. Sjálvboðið kemur Títt fólk, tá Tú savnar Tíni her. D-durur Við tómum hondum komi eg fram fyri Teg. Tak meg, Harri, nú, og fylg Tú við mær, tí í mær sjálvum eg einki kann, men tá Tú leiðir meg, tá kann eg tæna Tær! D-durur Valdið er í Jesu hondum, alt er Honum undirlagt. Deyðans vald er brotið Satan yvirvunnin, Jesus hevur sigrað, vunnið alt. Jesus hevur vald, hevur alt vald, Hann hevur sigrað har á Golgata. Óttast ikki, Harrans vinur, Andi Harrans býr í tær. Eldurin skal brenna, tú skalt yvirvinna, deyðans portur forðar ikki tær. H-durur Møtast og skiljast er lívið her, skiljast og møtast tann vónin ber. Nú hvør fer til sín, og her siga vit farvæl, ynskja, Harrin tykkum signa skal. F-durur Dagur er liðin, sólin fer í kav, í myrkrið smoyggir sær hitt milda lotið. Hjarta mítt nígur djúpt í bøn til Gud og takkar fyri alt, tað hevur notið. Gud, fyrigev mær míni brot og brek og fjal tey undir dagsins ríku náði. Sjálvræði burt úr hjarta mínum rek, og vilja Tín við mær tú altíð fái. Tá verður náttarhvíldin trygg og góð; vit verða knýttir fast við vinabondum. Aldri vit skiljast, Tú mær brýtur slóð og heldur míni hond í Tínum hondum. kapitul Skapan heimsins. Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. Sl. Jer. Jóh. Áps. Róm. Kol. Hebr. Opb. Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Og Guð segði: ?Verði ljós!? Og tað varð ljós. Sl. Jes. Kor. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun fyrsti dagur. Og Guð segði: ?Verði hválv í miðjum vøtnunum, og tað skilji vøtn frá vøtnum!? Og tað varð so. Sl. Jer. Guð gjørdi hválvið og skildi vatnið niðri undir hválvinum frá vatninum uppi yvir hválvinum; Sl. og Guð kallaði hválvið himmal. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun annar dagur. Og Guð segði: ?Savnist vøtnini undir himmalinum á ein stað, so at turrlendið kemur undan!? Og tað varð so. Job Sl. Og Guð kallaði turrlendið jørð, og savnið av vøtnunum kallaði hann hav. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð segði: ?Jørðin lati spretta av sær grønt gras, urtir við fræi í, og aldintrø, sum hvørt ber ávøkst, eftir sínum kyni við fræi í, á jørðini!? Og tað varð so. Jørðin læt spretta fram grønt gras, urtir við fræi í, hvørja eftir sínum kyni, og aldintrø, sum bóru ávøkst við fræi í, hvørt eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun triði dagur. Og Guð segði: ?Verði ljós á himmalhválvinum til at skilja dag frá nátt, og tey skulu vera til merkis og til at avmarka hátíðir, dagar og ár, Sír. Sl. og tey skulu vera ljós á himmalhválvinum til at lýsa á jørðina!? Og tað varð so. Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina, og stjørnurnar. Mós. Og Guð setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðina, og at ráða degi og nátt og at skilja ljósið frá myrkrinum. Og Guð sá, at tað var gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun fjórði dagur. Og Guð segði: ?Vøtnini yði í livandi skepnum, og fuglar fljúgvi yvir jørðina undir himmalhválvinum!? Og tað varð so. Og Guð skapaði hini stóru havdjórini og allar hinar yðjandi nøgdir av livandi skepnum, sum vøtnini yðja í, eftir teirra kyni og allar floygdar fuglar eftir teirra kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Job Og Guð vælsignaði tey og segði: ?Nørist og fjølgist og fyllið havsins vøtn, og fuglarnir fjølgist á jørðini!? Mós. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun fimti dagur. Og Guð segði: ?Jørðin ali fram livandi skepnur, hvørja eftir sínum kyni, fenað, skriðkykt og villdjór, hvørt eftir sínum kyni!? Og tað varð so. Og Guð gjørdi villdjórini, hvørt eftir sínum kyni, og fenaðin eftir sínum kyni, alskyns skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni. Og Guð sá, at tað var gott. Og Guð segði: ?Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!? Mós. Sl. Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey, Mós. Matt. Kor. Ef. Kol. Tim. Ják. Vísd. Sír. Mark. og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey: ?Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!? Mós. Og Guð segði framvegis: ?Sí, eg gevi tykkum alskyns fræberandi urtir á allari jørðini og alskyns trø, sum bera ávøkst við fræi í; tey skulu tit hava til føði. Mós. Og øllum djórunum á jørðini og øllum himmalsins fuglum og øllum, sum skríður á jørðini, øllum tí, sum hevur lívsanda, gevi eg alt gras og grønar urtir til føði!? Og tað varð so. Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun sætti dagur. Mark. Præd. Vísd. kapitul Menniskjan í Eden. Soleiðis vórðu himin og jørð og allur herur teirra fullgjørd. Og Guð fullgjørdi á sjeynda degi verk sítt, sum hann hevði skapað; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. Mós. Hebr. Mós. Guð vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt. Hetta er søgan um uppruna himins og jarðar, tá ið tey vórðu skapað. Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Guð enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; men upp úr jørðini kom kelda og vætaði alla markina - tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu. Kor. Vísd. Síðan plantaði Harrin Guð aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað. Og Harrin Guð læt úr dyrkilendinum spretta upp alskyns trø, frálík á at líta og góð til matna og í miðjum aldingarði lívsins træ og træ kunnleikans um gott og ilt. Opb. Úr Eden rann stórá til at væta aldingarðin; fyri uttan greinaðist hon sundur og varð til fýra áir. Hin fyrsta eitur Pisjon; hon rennur kring um alt landið Hávila, har sum gullið finst; og gullið har í landinum er gott; har finst eisini bdellium og sjóhamsteinur. Onnur áin eitur Gihon; hon rennur kring um alt landið Kusj Sl. í bíbliuni navnið á Nubialandi Etiopia. Triðja áin er Hiddekel hon rennur fyri eystan Assýriu. Fjórða áin er Frat Tigris. Dán. Eufrat. Mós. Mós. Opb. Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. t.e. menniskja. Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!? Róm Harrin Guð segði nú: ?Ikki er gott, at maðurin er einsamallur; eg vil gera honum medhjálp, sum hóskar honum.? Præd. Og Harrin Guð myndaði úr mold øll djór á markini og allar fuglar himinsins og læt tey koma fram fyri Ádam til tess at sjá, hvat navn hann fór at geva teimum, tí at hvør livandi skepna skuldi bera tað navn, sum hann gav henni. Ádam gav øllum fenaðinum og fuglum himinsins og øllum djórum á markini nøvn men til sín sjálvs fann Ádam onga hóskandi medhjálp. Tá læt Harrin Guð fastan svøvn koma á Ádam; og tá ið hann var sovnaður, tók hann eitt av rivjabeinum hans og fylti aftur í aftur við holdi. Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami og leiddi hana til Ádams. Kor. Tim. Tá mælti Ádam: ?Hesa ferðina er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi; hon skal kallast kallinna, tí av kallmanni er hon tikin!? Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold. Matt. Ef. Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara, men blúgvaðust tó ikki. Mós. kapitul Syndafallið. Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: ?Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?? Mós. Konan svaraði orminum: ?Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði, hevur Guð sagt, at vit mega ikki eta og ikki nerta hann, tí annars verður deyðin okkum vísur.? Men ormurin segði við konuna: ?Tit skulu als ikki doyggja. Jóh. Kor. Tim. Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.? Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. Sír. Men tá lótust eyguni upp á teimum báðum; og tá ið tey vórðu vør við, at tey vóru nakin, tóku tey at seyma sær belti úr bløðunum av fikutrøum. Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: ?Hvar ert tú?? Hann svaraði: ?Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin.? Tá segði hann: ?Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!? Mós. Ádam svaraði: ?Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.? Kor. Tá segði Harrin Guð við konuna: ?Hvat hevur tú gjørt?? Konan svaraði: ?Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át.? Tá mælti Harrin Guð við ormin: ?Fyri at tú gjørdi hetta, skalt tú verða bannaður millum allan fenaðin og millum øll djór á markini; á búki tínum skalt tú skríða og eta mold allar ævidagar tínar! Mik. Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!? Róm. Jóh. Við konuna segði hann: ?Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða, men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!? Kor. Ef. Tim. Pæt. Við Ádam segði hann: ?Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða tær bannað tín vegna; við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar. Tornir og tistlar skal hon bera tær; og tú skalt eta urtir markarinnar. Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!? Tess. Mós. Præd. Sl. Róm. Job Sír. Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva. Síðan gjørdi Harrin Guð Ádami og konu hans skinnbúnar og læt tey í teir. Tá segði Harrin Guð: ?Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum! Nú má hann ikki rætta út hond sína og taka eisini av lívsins træi og eta og liva um allar ævir!? Tá koyrdi Harrin Guð hann út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ. Ez. kapitul Káin og Ábel, Ætt Káins, Set, Og Ádam kendi konu sína Evu; og hon varð við barn og føddi Káin og mælti: ?Mansbarn hevur mær ognast við Harrans hjálp!? Síðan føddi hon øðrum sinni bróður hansara Ábel. Og Ábel varð seyðamaður, men Káin varð jarðyrkismaður. Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum, av fiti tess. Harrin leit við tokka til Ábels og gávu hans; Mós. Hebr. men til Káins og gávu hans leit hann ikki við tokka. Hetta varð Káin ógvuliga illur um og gekk og lútaði við høvdinum. Tá segði Harrin við Káin: ?Hví ert tú illur, og hví gongur tú og lútar við høvdinum? Tá ið tú gert tað, ið gott er, kanst tú treystliga hyggja upp; men tá ið tú ikki gert tað, ið gott er, tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!? Róm. Sír. Men Káin øvundaði Ábel, bróður sín; og einaferð, tá ið teir vóru úti í bønum, ráddist Káin á Ábel og drap hann. Matt. Vísd. Jóh. Jud. Tá segði Harrin við Káin: ?Hvar er Ábel, bróðir tín?? Hann svaraði: ?Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mín?? Men hann segði: ?Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróður tíns rópar til mín frá jørðini! Hebr. Nú skalt tú verða bannaður burtur frá akurlandinum, sum læt upp munn sín og drakk blóð bróður tíns av hond tíni! Tá ið tú dyrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær av gróðrarmegi síni; flýggjandi skalt tú flakka um jørðina!? Tá segði Káin við Harran: ?Misgerð mín er mær ov tung at bera! Matt. Sí, nú rekur tú meg burtur av akurlandinum, og eg verði at krógva meg fyri tær og má flýggjandi flakka um jørðina, og hvør tann, ið hittir meg, kann drepa meg!? Job Men Harrin segði við hann: ?Nei, um Káin verður dripin, tá skal hann sjey ferðir hevndur verða!? Og Harrin setti merki á Káin, til tess at ikki hvør tann, ið hitti hann, skuldi drepa hann. Síðan fór Káin burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod fyri eystan Eden. Káin kendi konu sína; og hon varð við barn og átti Hánok. Hann bygdi borg og kallaði hana Hánok eftir syni sínum. Og Hánoki føddist Írad, og Írad gat Mehújael, Mehújael gat Metúsjael, og Metúsjael gat Lamek. Og Lamek tók sær tvær konur, onnur æt Ada og hin Zilla. Ada átti Jábal; hann varð ættfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og eiga fenað. Bróðir hansara æt Júbal; hann varð ættfaðir alra teirra, sum leika hørpu og ljóðpípu. Zilla átti eisini son, Túbal-Káin; hann varð ættfaðir alra teirra, sum smíða úr kopari og jarni. Systir Túbal-Káins æt Náama. Tá mælti Lamek við konur sínar Adu og Zillu: ?Hoyrið meg, konur Lameks! Gevið orðum mínum ljóð: Mann vá eg fyri hvørt sár mítt og ungmenni fyri hvørja skeinu, sum eg fekk. Varð Káin sjey ferðir hevndur, tá skal Lamek sjeyti og sjey ferðir hevndur verða.? Og Ádam kendi aftur konu sína; og hon átti son og nevndi hann Set, ?tí,? segði hon, ?Guð hevur sett mær avkom í stað Ábels, sum Káin drap.? Mós. Og Seti varð eisini føddur sonur, og hann nevndi hann Enosj. Um tað mundið fóru menn at ákalla navn Harrans. Mós. Mós. kapitul Ættartal Sets. Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan. Kol. Mós. Luk. Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey ?menniskjur?, tá ið tey vórðu skapað. Ádam livdi í eitt hundrað og tríati ár, og hann gat son í líki sínum og eftir mynd síni og nevndi hann Set. Mós. Krýn. Og Ádam livdi átta hundrað ár, eftir at hann hevði gitið Set; og hann gat synir og døtur. Soleiðis vórðu allir ævidagar Ádams níggju hundrað og tríati ár; tá doyði hann. Tá ið Set var eitt hundrað og fimm ára gamal, gat hann Enosj. Mós. Og eftir at Set hevði gitið Enosj, livdi hann átta hundrað og sjey ár; og hann gat synir og døtur. Soleiðis vórðu allir ævidagar Sets níggju hundrað og tólv ár; tá doyði hann. Og tá ið Enosj var níti ára gamal, gat hann Kenan. Og eftir at Enosj hevði gitið Kenan, livdi hann átta hundrað og fimtan ár; og hann gat synir og døtur. Og allir ævidagar Enosjar vórðu níggju hundrað og fimm ár; tá doyði hann. Tá ið Kenan var sjeyti ára gamal, gat hann Máhálalel; og eftir at Kenan hevði gitið Máhálalel, livdi hann átta hundrað og fjøruti ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Kenans vórðu níggju hundrað og tíggju ár; tá doyði hann. Tá ið Máhálalel var seksti og fimm ára gamal, gat hann Jared. Og eftir at Máhálalel hevði gitið Jared, livdi hann átta hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Máhálalels vórðu átta hundrað og níti og fimm ár; tá doyði hann. Tá ið Jared var eitt hundrað og seksti og tvey ára gamal, gat hann Enok. Og eftir at Jared hevði gitið Enok, livdi hann átta hundrað ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Jareds vórðu níggju hundrað og seksti og tvey ár; tá doyði hann. Tá ið Enok var seksti og fimm ára gamal, gat hann Metúsalem. Og Enok gekk við Guði; og eftir at hann hevði gitið Metúsalem, livdi hann trý hundrað ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Enoks vórðu trý hundrað og seksti og fimm ár; og eftir at Enok hevði livað við Guði, hvarv hann, av tí at Guð tók hann burtur. Hebr. Kong. Tá ið Metúsalem var eitt hundrað og áttati og sjey ára gamal, gat hann Lamek. Og eftir at Metúsalem hevði gitið Lamek, livdi hann sjey hundrað og áttati og tvey ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Metúsalems vórðu níggju hundrað og seksti og níggju ár; tá doyði hann. Tá ið Lamek var eitt hundrað og áttati og tvey ára gamal, gat hann son; og hann nevndi hann Nóa og mælti: ?Hesin skal veita okkum ugga í okkara tunga stríði og strevi á hesi jørð, sum Harrin hevur bannað.? Mós. Luk. Eftir at Lamek hevði gitið Nóa, livdi hann fimm hundrað og níti og fimm ár og gat synir og døtur. Og allir ævidagar Lameks vórðu sjey hundrað og sjeyti og sjey ár; tá doyði hann. Og tá ið Nóa var fimm hundrað ára gamal, gat hann Sem, Kam og Jáfet. Mós. kapitul Spilla menniskjunnar, Guð boðar flóð og skipar at byggja ørkina, Men tá ið menninir tóku at fjølgast á jørðini, og døtur vórðu teimum føddar, tá bar so á, at synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á. Tá segði Harrin: ?Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.? Áps. Jóh. Sl. Á teimum døgum vóru risarnir á fold og eisini seinni, tí at synir Guðs vóru gingnir inn til mannadøtranna, og tær føddu teimum børn; tað vóru hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar. Tá ið Harrin sá, at illskapur menniskjanna var mikil á fold, og at tær í hjarta sínum einans hugsaðu um at fremja illverk tann líðilanga dag, Mós. Matt. Róm. Ef. Sl. Sír. tá iðraði Harrin seg um at hava skapað menniskjuna á fold; og tað neit hann í hjartað. Og Harrin segði: ?Eg vil oyða menniskjuna, sum eg havi skapað, burtur av jørðini, bæði menn og fenað, skriðkykt og fuglar himinsins, tí meg iðrar at hava skapað tey!? Men Nóa fann náði í eygum Harrans. Mós. Luk. Mós. Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði. Hebr. Pæt. Sl. Sír. Og Nóa gat tríggjar synir: Sem, Kam og Jáfet. Men jørðin var spilt í eygum Harrans; og jørðin fyltist av yvirgangsverkum. Guð leit at jørðini og sí, hon var vorðin spilt, tí at alt hold hevði spilt leið sína á fold. Tá mælti Guð við Nóa: ?Eg havi rátt av at gera enda á øllum holdi, tí av teirra ávum er jørðin full av yvirgangsverkum; nú vil eg oyða tey burtur av jørðini! Men ger tú tær ørk av goferviði; og tú skalt gera herbergi í ørkini og bræða hana bæði innan og uttan við biki. Og tú skalt gera ørkina soleiðis: Trý hundrað alnir skal hon vera long, fimti alnir breið og tríati alnir høg. vanlig ísraelitisk alin var cm. Og takið skalt tú leggja á ørkina, so at tað røkkur eina alin útum frá í erva; og á síðu hennara skalt tú seta hurð og leggja trý loft í ørkina: eitt niðasta, eitt miðloft og eitt ovasta loft. Sí, eg lati nú vatnflóðina koma yvir jørðina til at avoyða alt hold við lívsanda í undir himninum; alt, sum á jørðini er, skal týna lívið! Men við teg vil eg gera sáttmála mín: tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir og kona tín og sonakonur tínar við tær. Av øllum djórum, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum kyni inn í ørkina til at verða á lívi saman við tær; tey skulu vera kalldjór og kvenndjór, av fuglunum eftir sínum kyni, av fenaðinum eftir sínum kyni og av øllum skriðkykti jarðar eftir sínum kyni; av øllum skal eitt par koma til tín til tess at verða á lívi. Og tú skalt taka av alskyns etandi mati og savna tað til tín, so at tað kann verða tær og teimum til føðslu.? Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum. Hebr. kapitul Flóðin mikla. Nóa fer inn í ørkina, Flóðin oyðir alt lív á jørð, Tá segði Harrin við Nóa: ?Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði. Hebr. Pæt. Av øllum reinum djórum skalt tú taka tær sjey pør, kalldjór og kvenndjór; og av øllum teimum djórum, sum ikki eru rein, eitt par, kalldjór og kvenndjór. Mós. Eisini av fuglum himinsins sjey pør, kalldjór og kvenndjór til tess at lata avkom eftir seg á allari jørðini. Tí at um sjey dagar lati eg tað regna á jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur og oyði av jørðini hvørja skepnu, sum eg havi skapað.? Nóa gjørdi nú í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið honum. Nóa var seks hundrað ára gamal, tá ið vatnflóðin kom yvir jørðina. Nóa og synir hans, kona hans og sonakonur hans við honum fóru tá inn í ørkina undan vatnflóðini. Matt. Luk. Pæt. Av reinum djórum og av teimum djórum, ið ikki vóru rein, av fuglunum og øllum, sum skríður á jørðini, komu pørini eitt fyri og annað eftir til Nóa í ørkina, kalldjór og kvenndjór eins og Harrin hevði boðið Nóa. Og tá ið nú teir sjey dagarnir vóru umlidnir, kom vatnflóðin yvir jørðina. Á sætta hundraðasta aldursári Nóa, á seytjanda degi í øðrum mánaði, á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur. Á hesum sama degi fór Nóa inn í ørkina og við honum synir hansara Sem, Kam og Jáfet, kona hansara og sonakonur hans tríggjar, og somuleiðis øll villdjórini eftir sínum kyni og allur fenaður eftir sínum kyni og alt skriðkykt á jørðini eftir sínum kyni og allir fuglar eftir sínum kyni og alt, sum veingir hevur; av øllum holdi, sum lívsanda hevur, fóru tey eitt parið fyri og annað eftir inn í ørkina til Nóa. Av øllum holdi gingu tey inn, kalldjór og kvenndjór, eins og Guð hevði boðið honum. Og Harrin læt aftur eftir honum. Tá kom vatnflóðin yvir jørðina í fjøruti dagar, og vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon varð hevjað upp frá jørðini. Og vatnið megnaðist og vaks stórum á jørðini, og ørkin rak um á vatninum. Og vatnið vaks og vaks á jørðini, til øll hini høgu fjøll, sum eru undir øllum himninum, vóru undir; fimtan alnir stóð vatnið fyri oman fjøll og fjaldi tey. Tá doyði alt hold, sum rørdist á jørðini, bæði fuglar og fenaður, villdjórini og alt skriðkykt, sum skreið á jørðini, og allar menniskjur, Pæt. Pæt. Matt. alt, sum hevði lívsanda í nasum sínum, alt, sum var á turrlendinum, tað doyði. Soleiðis avoyddi hann allar skepnur, ið vóru á jørðini, bæði fólk og fenað, skriðkykt og himinsins fuglar, tað oyddist burtur av jørðini. Einans Nóa var eftir og tey, sum við honum vóru í ørkini. Pæt. Vísd. Og vatnið megnaðist á jørðini í eitt hundrað og fimti dagar. kapitul Flóðin linnar, Nóa fer úr ørkini, Hann ofrar; fyrijáttan Harrans, Tá mintist Guð Nóa og øll djórini og allan fenaðin, sum var við Nóa í ørkini; og Guð læt vind blása yvir jørðina, so at vatnið tók at minka; keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av. Og vatnið hvarv í hvørjum av jørðini og minkaði burtur eftir hundrað og fimti døgum. Seytjanda dagin hins sjeynda mánaðar stóð ørkin á Árarats fjalli. Og vatnið minkaði so við og við alt fram at tíggjunda mánaði; og fyrsta dag hins tíggjunda mánaðar komu fjallatindarnir undan. Tá ið nú fjøruti dagar vóru umlidnir, læt Nóa upp gluggan, sum hann hevði gjørt á ørkina, og sendi ravn út; hann helt á at fljúgva aftur og fram, til vatnið tornaði av jørðini. Síðan slepti hann dúgvu út til at vita, um vatnið var farið av jørðini. Men tá ið hon ongan stað fann til at hvíla seg á, snúðist hon aftur til hansara í ørkina; tí at enn var vatn yvir allari jørðini; hann rætti tá hondina út og tók hana til sín inn í ørkina. Síðan bíðaði hann aftur aðrar sjey dagar og slepti aftur dúgvuni út úr ørkini. Móti kvøldi kom dúgvan aftur til hansara og hevði grønt oljuviðarblað í nevinum; tá skilti Nóa, at vatnið var farið av jørðini. Hann bíðaði tá aftur aðrar sjey dagar og slepti síðan dúgvuni út; men tá kom hon ikki aftur til hansara meira. Og á sætta hundraðasta og fyrsta aldursári Nóa, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, var vatnið tornað av jørðini; tá tók hann takið av ørkini, leit um seg og sá, at jørðin var turr. Á tjúgunda og sjeynda degi í øðrum mánaði var jørðin turr. Tá talaði Guð við Nóa og segði: ?Far út úr ørkini, tú og kona tín og synir tínir og sonakonur tínar við tær; og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum!? Mós. Tá fór Nóa út og synir hans og kona hans og sonakonur við honum; øll villdjórini, allur fenaður og allir fuglar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, hvørt eftir sínum kyni, fór út úr ørkini. Tá reisti Nóa Harranum altar og tók av øllum reinum djórum og øllum reinum fuglum og ofraði brennioffur á altarinum. Men tá ið Harrin kendi góðan royk, segði hann við sjálvan seg: ?Eg vil ikki aftur banna jørðina mannanna vegna; tí at hjarta mansins stundar á tað illa alt frá ungdómi hans; eg vil ongantíð aftur deyða alt, sum livir, eins og eg nú havi gjørt. Matt. Róm. Jes. Mós. Meðan jørðin stendur skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.? kapitul Sáttmáli Guðs við Nóa, Synir Nóa, Nóa dyrkar vín; orð til synirnar; Nóa doyr, Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: ?Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina! Mós. Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera. Alt, sum rørist og livir, skal vera tykkum til føðslu; eins og hinar grønu urtirnar gevi eg tykkum nú alt hetta. Mós. Róm. Men kjøt, sum sálin tað er blóðið er í, skulu tit ikki eta. Mós. Mós. Áps. Eg krevji hevnd fyri tykkara egna blóð; av hvørjum djóri krevji eg hevnd fyri blóð mansins; og yvir hvønn mann krevji eg hevnd fyri mannalív. Hann, ið úthellir mannablóð, av manni skal hansara blóð verða úthelt; tí at eftir mynd síni skapaði Guð mannin. Mós. Matt. Ják. Mós. Opb. Men nørist tit og fjølgist og fyllið jørðina og leggið hana undir tykkum!? Mós. Og Guð mælti við Nóa og synir hans, ið hjá honum vóru, og segði: ?Sí, mín sáttmála vil eg nú gera við tykkum og eftirkomarar tykkara eftir tykkum; og við allar livandi skepnur, ið eru hjá tykkum, við fuglar og fenað og við øll villdjór á fold, við alt, sum gekk út úr ørkini, við øll djór jarðarinnar. Mín sáttmála geri eg við tykkum, at ongantíð skal alt hold aftur verða oytt av vatnflóð, og ongantíð skal flóð koma aftur til at oyða jørðina.? Mós. Jes. Og Guð segði: ?Hetta skal vera merki sáttmálans, sum eg geri millum mín og tykkara og allar livandi skepnur, ið hjá tykkum eru, fyri øll komandi ættarlið: Boga mín seti eg í skýggið; og hann skal vera sáttmálamerkið ímillum meg og jørðina. Og hvørja ferð eg dragi skýggini saman yvir jørðina, og bogin sæst í skýggjunum, Sír. tá man eg minnast á sáttmálan, ið er millum mín og tykkara og allar skepnur av øllum holdi; og ikki skulu vøtnini aftur verða til vatnflóð til at oyða alt hold. Sír. Tá ið tá bogin stendur í skýggjunum, skal eg líta at honum til tess at minnast á hin æviga sáttmálan millum Guð og allar skepnur av øllum holdi, sum eru á jørðini.? Síðan segði Guð við Nóa: ?Hetta er merki sáttmálans, ið eg geri millum meg og alt hold, sum er á jørðini.? Synir Nóa, sum gingu út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jáfet; men Kam var faðir Kánáans. Hesir tríggir vóru synir Nóa; og frá teimum er ættað alt fólkið á jørðini. Jarðyrkismaðurin Nóa var fyrsti maður, ið legði inn víngarð. Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann varð drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum. Tá sá Kam, faðir Kánáans, nakni faðirs síns og fór út og segði tað fyri brøðrum sínum. Men Sem og Jáfet tóku skikkjuna og løgdu sær á herðar; síðan gingu teir inn aftur eftir hæli og huldu nakni faðirs síns, men andlit teirra horvdu burtur, so at teir sóu ikki nakni faðirs síns. Tá ið Nóa vaknaði úr víndúrinum og fekk at vita, hvat yngsti sonur hansara hevði gjørt honum, mælti hann: ?Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum!? Og framvegis mælti hann: ?Lovaður veri Harrin, Guð Sems! Men verði Kánáan trælur teirra! Guð gevi Jáfeti landarúmd; og búgvi hann í Sems tjøldum; men verði Kánáan trælur teirra!? Nóa livdi trý hundrað og fimti ár eftir vatnflóðina. Soleiðis vórðu allir ævidagar Nóa níggju hundrað og fimti ár. Tá doyði hann. kapitul Ættartal tjóðanna. Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina. Krýn. Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras. Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma. Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar. Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum. Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan. Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan. Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold. Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod. Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi. Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kela og Resen millum Nineve og Kela tað er borgin mikla. Jón. Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar, Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar. Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het, Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar, Hivitar, Arkitar, Sínitar, Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um, so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja. Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum. Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir. Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram. Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj. Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber. Mós. Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan. Mós. t.e. spjaðing. Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera, Hádóram, Uzal, Dikla, Óbal, Ábimael, Sába, Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans. Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum. Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum. Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina. Áps. kapitul Bábeltornið, uppruni tungumálanna, Ættartal Sems, og Tára, Og øll mannaættin hevði eitt mál og somu tungu. Men tá ið teir nú løgdu leiðina eystureftir, komu teir fram á ein slætta í Sinears landi og settust niður har. Tá søgdu teir hvør við annan: ?Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.? Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. Og teir søgdu: ?Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina!? Mós. Men Harrin steig oman til tess at síggja borgina og tornið, sum mannabørnini fingust við at byggja. Og Harrin mælti: ?Sí, teir eru ein tjóð og hava allir sama tungumál; hetta er fyrsta fyritøka teirra; og nú man neyvan nakað verða teimum óført, sum teir finna upp á at gera. Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.? Tá spjaddi Harrin teir haðan út um alla jørðina, so at teir lættu av at byggja borgina. Luk. Tessvegna eitur hon Bábel, tí at har fløkti Harrin øll tungumál jarðar; og haðan spjaddi Harrin tey út um alla jørðina. Hetta er ættartal Sems. Sem var hundrað ára gamal, tá ið hann gat Arpaksjad, tvey ár eftir flóðina. Krýn. Luk. Og eftir at Sem hevði gitið Arpaksjad, livdi hann fimm hundrað ár og gat synir og døtur. Arpaksjad var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann gat Sjela. Mós. Og eftir at Arpaksjad hevði gitið Sjela, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. Sjela var tríati ára gamal, tá ið hann gat Eber. Og eftir at Sjela hevði gitið Eber, livdi hann fýra hundrað og trý ár og gat synir og døtur. Eber var tríati og fýra ára gamal, tá ið hann gat Peleg. Og eftir at Eber havði gitið Peleg, livdi hann fýra hundrað og tríati ár og gat synir og døtur. Peleg var tríati ára gamal, tá ið hann gat Reu. Og eftir at Peleg hevði gitið Reu, livdi hann tvey hundrað og níggju ár og gat synir og døtur. Reu var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann gat Serug. Og eftir at Reu hevði gitið Serug, livdi hann tvey hundrað og sjey ár og gat synir og døtur. Serug var tríati ára gamal, tá ið hann gat Nákor. Og eftir at Serug hevði gitið Nákor, livdi hann tvey hundrað ár og gat synir og døtur. Nákor var tjúgu og níggju ára gamal, tá ið hann gat Tára. Og eftir at Nákor hevði gitið Tára, livdi hann hundrað og nítjan ár og gat synir og døtur. Tára var sjeyti ára gamal, tá ið hann gat Ábram, Nákor og Háran. Hetta er ættartal Tára. Tára gat Ábram, Nákor og Háran; og Háran gat Lot. Háran doyði undan Tára faðir sínum í føðilandi sínum í Ur Kaldeu. Ábram og Nákor tóku sær konur; kona Ábrams æt Sárai og kona Nákors æt Milka, dóttir Hárans, faðir at Milku og Jisku. Men Sárai var óburin og fekk einki barn. Tá tók Tára Ábram son sín og Lot son Hárans, sonarson sín, og Sárai sonarkonu sína, konu Ábrams, sonar síns, og fór við teimum úr Ur Kaldeu til Kánáanlands. Og tá ið tey komu til Kárans, settust tey niður har. Mós. Hebr. Jós. Tára livdi tvey hundrað og fimm ár; tá doyði Tára í Káran. kapitul Ábram og Lot koma til Kánáanlands, Ábram í Egyptalandi, Og Harrin segði við Ábram: ?Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! Jes. Jós. Áps. Hebr. Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.? Áps. Gal. Mós. Sír. Mós. Síðan legði Ábram avstað, eins og Harrin hevði sagt við hann, og Lot fór við honum. Ábram var sjeyti og fimm ára gamal, tá ið hann fór úr Káran. Og Ábram hevði við sær Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og allar ognarlutir, ið teimum hevði ognast, og tað fólk, ið teir høvdu fingið sær í Káran; og teir hildu ferð síni móti Kánáanlandi og komu hagar. Ábram fór nú um landið alt at halgistaðinum í Sikem, at spásagnareikini. Tá búðu Kánáanitar í landinum. Mós. Tá birtist Harrin fyri honum og segði: ?Eftirkomarum tínum vil eg geva hetta landið.? Hann reisti tá Harranum altar, har sum hann hevði birtst fyri honum. Mós. Mós. Jós. Síðan búðist hann til ferðar og fór til fjøllini fyri eystan Betel og setti har tjøld síni, soleiðis at Betel var fyri vestan og Ai fyri eystan; og hann reisti Harranum altar har og ákallaði navn Harrans. Og Ábram flutti so við og við móti suðurlandinum. Men hallár varð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har í útisetri, tí at hallárið nívdi landið illa. Mós. Tá ið hann nú nærkaðist Egyptalandi, segði hann við Sárai, konu sína: ?Eg veit, at tú ert vøkur kona. Tí munnu Egyptar, tá ið teir síggja teg og halda teg vera konu mína, fara at drepa meg og lata teg vera á lívi. Tí skalt tú siga, at tú ert systir mín, til tess at tað má vignast mær væl fyri tínar sakir, so at eg má verða á lívi tín vegna.? Mós. Tá ið Ábram kom inn í Egyptaland, sóu Egyptar konuna, og at hon var sera vøkur. Men tá ið høvdingar Fáraos høvdu sæð hana og róst henni fyri Fárao, varð hon flutt inn í húsið hjá Fárao. Men hann gjørdi væl við Ábram hennara vegna, so at honum ognaðist bæði smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi, asnar og øsnur og kamelar. Men Harrin nívdi Fárao og hús hansara við ringum plágum fyri sakir Sárai, konu Ábrams. Sl. Tá sendi Fárao boð eftir Ábrami og segði við hann. ?Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær! Hví segði tú mær ikki, at hon var kona tín? Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Her hevur tú nú konu tína! Far við henni!? Og Fárao beyð monnum sínum at fylgja honum og konu hansara við øllum, sum tey áttu, á leið. kapitul Ábram og Lot skiljast, Harrin tekur upp aftur heiti sítt, Ábram fór nú úr Egyptalandi í suðurlandið við konu síni og øllum, sum hann átti; og Lot var við honum. Mós. Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri. Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai, á tann stað har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans. Mós. Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisini smalur og stórdýr og tjøld. Men landið var teimum ikki nóg stórt til, at teir kundu búgva saman; tí at fylgi teirra vóru so stór, at teir ikki fingu búð saman. Tá fóru hirðar Ábrams og hirðar Lots upp at klandrast tá búðu Kánáanitar og Perezitar í landinum - Men Ábram segði við Lot: ?Hoyr tú, eingin ósemja skal vera okkara millum og millum hirða okkara, tí at vit eru jú frændur. Liggur ikki alt landið opið fyri tær? Skilst tú heldur við meg! Vilt tú fara til vinstru handar, so fari eg til høgru, og vilt tú fara til høgru handar, so fari eg til vinstru.? Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans, eins og Egyptaland alt at Zoar tað var áður enn Harrin hevði avoytt Sódomu og Gómorru. Og Lot kjósaði sær allan Jórdanslættan. Síðan helt hann leiðini eystureftir; og soleiðis skildust teir. Ábram settist niður í Kánáanlandi; men Lot settist niður í borgunum á Jórdanslættanum og flutti um í tjøldum alt at Sódomu. Men menninir í Sódomu vóru vondir og stórir syndarar fyri Harranum. Mós. Ez. Og Harrin segði við Ábram, eftir at Lot hevði skilt seg við hann: ?Hav upp eygu tíni og lít teg um, haðan sum tú stendur, norðureftir og suðureftir, eystureftir og vestureftir, tí at alt landið, sum tú sært, skal eg geva tær og eftirkomarum tínum um allar ævir. Mós. Eg skal gera avkom títt eins og dustið á jørð, so at tað ikki kann teljast, heldur enn nakar kann telja dustið á jørð. Mós. Kong. Mós. Hebr. Statt nú upp og far um alt landið bæði tvørturum og eftir longdini; tí at tær gevi eg tað!? Síðan flutti Ábram um í tjaldi; og hann kom og búsettist í Mamrelund, sum er í Hebron; har bygdi hann Harranum altar. Mós. kapitul Herferð Eysturlandskonga, Bjarging Lots, Melkizedek, Tá ið Amrafel var kongur í Sinear, Arjok kongur í Ellasar, Kedorlaomer kongur í Elam, og Tideal kongur í Gojim, fóru teir herferð móti Bera, kongi av Sódomu, og Birsja, kongi av Gómorru, og Sjineab, kongi av Adma, og Sjemeber, kongi av Zeboim og konginum av Bela, tað er Zoar. Allir hesir hittust á Siddims vøllum, tað er Salthavið Deyðahavið. Í tólv ár høvdu teir tænt Kedorlaomer; men trettanda árið høvdu teir gjørt uppreist; og á fjúrtanda ári kom Kedorlaomer og kongarnir, sum við honum vóru, og vunnu sigur á Refaitum í Astarot-Karnáim og á Zuzitum í Ham, á Emitum í Sjave-Kirjatáim og á Hóritum á Se'irs fjøllum alt at El-Páran tætt við oyðimørkina. Síðan vendu teir við og komu at Rættarlindini, tað er Kádesj, og løgdu undir seg alt land Ámalekita og somuleiðis Ámorita, sum búðu í Házazon-Támar. Kongarnir av Sódomu og Gómorru, av Adma, Zeboim og av Bela, tað er Zoar, løgdu tá út og fylktu seg á Siddims vøllum til bardaga við Kedorlaomer, kongin av Elam, Tideal, kongin av Gojim, Amrafel, kongin av Sinear og Arjok, kongin av Ellasar, fýra kongar móti fimm. Men á Siddims vøllum vóru jarðbiksgryvjur hvør við aðra; og tá ið kongarnir av Sódomu og Gómorru løgdu á flótta, duttu teir í tær, men teir, ið eftir vóru, hildu til fjals. Fíggindin rændi tá allar ognir í Sódomu og Gómorru og fór avstað við øllum mati. Teir fóru eisini við Lot bróðursyni Ábrams og øllum, sum hann átti; tí at hann búði sum vera mundi í Sódomu. Tá kom einhvør flóttamaður og segði tíðindini fyri Ábrami Hebrea, ið tá búði í eikilundini hjá Mamre Ámorita, bróður Esjkols og Áners, sum eisini høvdu sáttmála við Ábram. Tá ið Ábram frætti, at skyldmaður hansara var hertikin, vápnaði hann av húsfólki sínum trý hundrað og átjan royndar menn, ið vóru føddir í húsi hans, og helt aftan á fíggindan alt at Dán. Har ráddist hann á teir á náttartíð, hann og menn hansara; og teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Hóba fyri norðan Dámaskus. Og hann hevði aftur við sær allar fíggjarlutir og Lot, skyldmann sín, og allar fíggjarlutir hans hevði hann aftur við sær og somuleiðis konurnar og fólkið. Men tá ið hann nú hevði vigið Kedorlaomer og kongarnar, ið við honum vóru, og var á heimferð, tá fór kongurin av Sódomu til fundar við hann í Sjavedalinum, ið nú eitur kongsdalurin. Og Melkizedek, kongur av Sjálem, prestur hins hægsta Guðs, kom út við breyði og víni Hebr. Sl. og vælsignaði hann og mælti: ?Signaður veri Ábram av Guði hinum hægsta, skapara himins og jarðar, og hálovaður veri Guð hin hægsti, sum hevur givið fíggindar tínar upp í hendur tínar!? Og Ábram gav honum tíggjund av øllum. Tá segði kongurin av Sódomu við Ábram: ?Gev mær fólkið, men tak tú fíggjarlutirnar.? Men Ábram svaraði konginum av Sódomu: ?Til Harrans, hins hægsta Guðs, skapara himins og jarðar, havi eg upp hond mína, at eg ikki vil taka so mikið sum tráð ella tvong ella nakað av tí, sum tú eigur! Aldrin skalt tú kunna siga: Eg havi gjørt Ábram ríkan! Eg vil einki hava einki uttan tað, ið sveinarnir hava nýtt og tað, sum lutast teimum monnum, ið við mær vóru, Áneri, Esjkoli og Mamre, lat teir fáa sínar lutir!? kapitul Harrin ger sáttmála við Ábram. Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: ?Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín; løn tín skal verða ovurmikil!? Vísd. Men Ábram svaraði: ?Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?? Og Ábram segði: ?Sí, son hevur tú ongan givið mær, tí fer húskallur mín at arva meg.? Tá kom orð Harrans til hansara soljóðandi: ?Ikki skal hesin arva teg; men tann, sum av tær verður gitin, hann skal arva teg!? Síðan leiddi hann hann út á viðavang og mælti: ?Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!? Og hann segði: ?So fjølmangt skal avkom títt verða.? Mós. Mós. Mós. Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis. Róm. Gal. Ják. Og hann segði við hann: ?Eg eri Harrin, ið leiddi teg út úr Ur Kaldeu til tess at geva tær hetta landið til ognar.? Men hann svaraði: ?Harri drottin, av hvørjum skal eg vita, at tað skal ognast mær?? Tá segði hann við hann: ?Tak mær trævetur kvígu, trævetur geit og trævetur veðr, turtildúgvu og dúgvuunga!? Hann tók tá øll hesi djórini og skar tey sundur í tógvar lutir og legði hvønn helmingin áraka annan; einans fuglarnar skar hann ikki sundur. Tá rendu úr lofti rovfuglar niður á ræini; men Ábram kístaði teir burtur. Men tá ið sól var at fara til viða, tá kom tungur svøvnur á Ábram; og sí, ræðandi bølamyrkur seig á hann. Og hann segði við Ábram: ?Vita skalt tú, at eftirkomarar tínir skulu búgva í útisetri í landi, sum ikki er teirra; og har skulu teir verða trælkaðir og kúgaðir í fýra hundrað ár. Mós. Áps. Men eisini ta tjóð, ið teir verða trælkaðir av, skal eg døma; og síðan munnu teir fara haðan við miklum fíggjarlutum. Mós. Men tú skalt fara í friði til fedra tína og verða jarðaður í góðari elli. Mós. Og fjórða ættarlið skal koma aftur higar, tí syndamát Ámorita er enn ikki fult.? Mós. Men tá ið sól var farin til viða, og myrkt var vorðið, birtist eins og rúkandi ovnur við logandi eldi, ið fór fram ímillum hesi sundurskornu offurstykki. Mós. Jer. Á tí degi gjørdi Harrin sáttmála við Ábram og mælti: ?Tínum eftirkomarum gevi eg hetta landið, frá Egyptalands á og alt at stóránni, ánni Eufrat: Mós. land Kenita, Kenizzita, Kadmonita, Hetita, Perezita, Refaita, Ámorita, Kánáanita, Girgasjita, Hivita og Jebusita. kapitul Hágar og Ísmael. Sárai, kona Ábrams, føddi honum eingi børn; men hon átti egyptiska trælkonu, Hágar at navni. Sárai segði nú við Ábram: ?Sí, Harrin hevur noktað mær gitnað; men gakk tú inn til trælkonu mína; kanska eg kann fáa avkom av henni!? Og Ábram lýddi Sárai. Tá tók Sárai, kona Ábrams, Hágar, hina egyptisku trælkonu sína, eftir at Ábram hevði búð tíggju ár í Kánáanlandi, og gav manni sínum Ábrami hana sum konu. Hann gekk tá inn til Hágar, og hon varð við barn; men tá ið hon kendi á sær, at hon var við barn, bretti hon sær ímóti húsfrú síni. Tá mælti Sárai við Ábram: ?Tann órættur, ið mær er fyri, komi yvir teg! Eg legði trælkonu mína í favn tín; og nú, ið hon sær, at hon er við barn, brettir hon sær upp ímóti mær; Harrin dømi millum mín og tín!? Men Ábram svaraði Sárai: ?Trælkona tín er í tínum valdi; ger við hana, sum tær lystir!? Tá fór Sárai so illa við henni, at hon flýggjaði frá henni. Men eingil Harrans fann hana við vatnlindina í oyðimørkini, við lindina á vegnum til Sjúr. Og hann mælti: ?Hágar, trælkona Sárai, hvaðan kemur tú, og hvar ætlar tú tær?? Hon svaraði: ?Eg eri flýdd frá Sárai, húsfrú míni.? Eingil Harrans segði við hana: ?Vend tú heim aftur til húsfrú tína og gev teg undir vald hennara!? Og eingil Harrans segði við hana: ?Eg skal gera avkom títt so fjølmangt, at ikki skal fáast tal á tí vegna fjøld tess.? Framvegis segði eingil Harrans við hana: ?Sí, tú ert við barn og skalt føða son; hann skalt tú nevna Ísmael tí at Harrin hevur hoyrt neyðarróp tíni. t.e. Guð hoyrir. Hann skal vera maður líkur villiasna; hond hansara skal vera ímóti hvørjum manni, og hvørs mans hond ímóti honum; hann skal ikki víkja fyri nøkrum av frændum sínum!? Men Harranum, sum við hana hevði talað, gav hon navnið: Tú ert Guð, sum sært. Tí hon segði: ?Havi eg hómað hann, ið sær meg?? Tí eitur brunnurin Lákai-Roi brunnur hann er millum Kádesj og Bered. t.e. brunnur hins livandi, sum sær meg. Og Hágar føddi Ábrami son; og Ábram nevndi sonin, sum Hágar føddi honum, Ísmael. Gal. Ábram var áttati og seks ára gamal, tá ið Hágar føddi honum sonin Ísmael. kapitul Guð ger sáttmála við Ábraham, og býður umskering, Fyrijáttan um Ísak, Ábraham verður umskorin, Tá ið Ábram var níti og níggju ára gamal, birtist Harrin fyri honum og segði við hann: ?Eg eri Guð hin alvaldi; gakk fyri ásjón míni, og ver rættlátur, so vil eg gera sáttmála millum mín og tín og margfalda teg stórum.? Mós. Sír. Tá fell Ábram fram á ásjón sína, og Guð talaði við hann og segði: ?Sí, tað eri eg, sum havi gjørt sáttmála við teg, at tú skalt verða faðir at mongum tjóðum, Róm. tí skalt tú ikki longur eita Ábram; men navn títt skal vera Ábraham, tí at eg geri teg faðir at fjølmongum tjóðum. Róm. Eg vil lata teg nørast í stórum, so at tú verður til tjóðir, og av tær skulu kongar koma. Mín sáttmála geri eg millum mín og tín og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið, ævigan sáttmála um, at eg skal vera Guð tín og avkoms tíns eftir teg. Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.? Mós. Jer. Hebr. Síðan segði Guð við Ábraham: ?Men so skalt tú eisini halda sáttmála mín, tú og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið. Og hetta er sáttmálin, ið tit skulu halda, sáttmálin millum mín og tykkara, at alt kallkyn tykkara skal umskerast. Mós. Áps. Róm. Á holdi yvirhúðar tykkara skulu tit umskerast; og tað skal vera merki sáttmálans millum mín og tykkara. Hvørt sveinbarn tykkara, sum er átta daga gamalt, skal verða umskorið ættarlið eftir ættarlið, bæði tey, sum eru fødd í húsinum, og tey, sum eru keypt frá fremmandum, ið ikki eru fødd av tínum ættleggi. Umskerast skal bæði hann, sum er føddur í húsi tínum, og hann, sum er keyptur; og soleiðis verði sáttmáli mín ævigur sáttmáli á holdi tykkara. Men hin óumskorni, hann, sum ikki er umskorin á holdi yvirhúðar sínar, hann skal verða oyddur úr tjóð síni; hann hevur slitið sáttmála mín.? Framvegis segði Guð við Ábraham: ?Sárai, kona tín, skal ikki longur eita Sárai, men Sára skal navn hennara vera; og eg vil vælsigna hana og geva tær eisini son við henni. Og eg vil vælsigna hana og gera hana ættarmóður at tjóðum; og tjóðkongar skulu koma av henni.? Tá fell Ábraham fram á ásjón sína og læði og hugsaði við sær: ?Man hundrað ára gamal maður fáa barn, ella Sára, sum er níti ár, føða?? Mós. Luk. Tí segði Ábraham við Guð: ?Gævi, at Ísmael mátti liva fyri ásjón tíni!? Men Guð svaraði: ?Nei, Sára, kona tín, skal føða tær son, ið tú skalt nevna Ísak; við hann vil eg gera sáttmála mín, ævigan sáttmála fyri eftirkomarar hansara eftir hann. Men viðvíkjandi Ísmaeli havi eg bønhoyrt teg; eg vil vælsigna hann og lata hann nørast og fjølgast í stórum; tólv høvdingar skal hann gita; og eg skal gera hann til mikla tjóð. Mós. Mós. Men mín sáttmála geri eg við Ísak, ið Sára man føða tær um hetta mundið aftur í ársmótið.? Róm. Síðan endaði hann talu sína við hann. Og Guð steig upp frá Ábrahami. Tá tók Ábraham son sín Ísmael og allar, sum vóru føddir í húsi hans ella vóru keyptir, alt kallkyn av húsfólki Ábrahams; og hann umskar hold yvirhúðar teirra á hesum sama degi, eins og Guð hevði boðið honum. Ábraham var níti og níggju ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. Og Ísmael, sonur hansara, var trettan ára gamal, tá ið hann varð umskorin á holdi yvirhúðar sínar. Á hesum sama degi vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir. Og allir menn í húsi hans, bæði teir, sum vóru føddir í húsinum, og teir, sum vóru keyptir frá fremmandum, vórðu umskornir við honum. kapitul Harrin birtist Ábrahami í Mamrelund, heitir honum aftur føðing Ísaks, og boðar oyðing Sódomu, Forbøn Ábrahams, Síðan birtist Harrin fyri honum í Mamrelund, har hann sat í tjalddurum sínum í hádegishitanum. Og tá ið hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá stóðu tríggir mans framman fyri honum; og tá ið hann sá teir, fór hann úr tjalddurunum rennandi ímóti teimum og lútaði til jarðar, Hebr. og mælti: ?Harri, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá far ikki um træl tín! Loyv okkum at fara eftir einum sindri av vatni, so at tit mega tváa føtur tykkara; og hvílið tykkum síðan undir trænum! Eg skal eisini fáa tykkum ein breyðbita, so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram, tá ið tit nú kortini eru komnir her famvið hjá træli tykkara.? Teir svaraðu: ?Ger, sum tú sigur.? Tá skundaði Ábraham sær inn í tjaldið til Sáru og mælti: ?Tak sum skjótast trý mál av mjøli, elt tað og baka køkur!? Sjálvur rann hann út til neytini og tók ein snotiligan og góðan kálv og fekk sveininum hann, sum alt í einum matgjørdi hann. Síðan tók hann rómastamp og mjólk og kálvin, ið til var gjørdur; og hann setti fyri teir og gekk teimum sjálvur til handa undir trænum, meðan teir fingu sær. Teir søgdu tá við hann: ?Hvar er Sára, kona tín?? Hann svaraði: ?Har inni í tjaldinum.? Tá segði hann: ?Vissuliga skal eg vitja teg aftur í áramótið, og tá man Sára, kona tín, hava son.? Sára stóð og lurtaði í durum tjaldsins, ið var aftan fyri teir. Mós. Róm. Hebr. Men Ábraham og Sára vóru gomul og høvdu nógv ár á baki, so at tað ikki longur gekst Sáru eins og konum annars; tí læði hon við sær sjálvari og hugsaði: ?Man girndarhugur koma á meg, nú tá ið ellin hevur boygt meg, og maður mín eisini er vorðin gamal?? Mós. Pæt. Tá segði Harrin við Ábraham: ?Hví lær Sára og hugsar: Hvussu skal eg, sum eri so gomul, føða son? Man nakað vera Harranum óført? Tá ið eg komi aftur til tín í áramótið, tá skal Sára hava son!? Luk. Róm. Jer. Men av tí at Sára nú varð vorðin rædd, noktaði hon fyri tí og segði: ?Nei, eg læði ikki!? Men hann svaraði: ?Jú, víst læði tú!? Síðan reistust teir frá borði og fóru avstað haðan niðan móti Sódomu; og Ábraham fylgdi teimum á leið. Tá hugsaði Harrin: ?Eigi eg at loyna fyri Ábrahami tað, sum eg ætli mær at gera? Ábraham verður jú vissuliga stór og máttmikil tjóð, og allar tjóðir á fold munnu fáa signing av honum; Mós. tí at hann havi eg valt út til tess, at hann skal bjóða børnum sínum og ætt síni eftir seg at varðveita veg Harrans og inna rætt og rættlæti, so at Harrin kann lata Ábraham fáa tað, sum hann hevur fyrijáttað honum.? Mós. Tá segði Harrin: ?Vissuliga er rópið yvir Sódomu og Gómorru mikið, og synd teirra er ovurtung; Mós. Ez. tí skal eg stíga oman til tess at sjá, um teir hava borið seg at soleiðis, sum hetta rópið sigur mær frá, ella ikki; tað vil eg vita!? Síðan snúðust menninir haðan og fóru til Sódomu; men Harrin varð standandi eftir frammi fyri Ábrahami. Tá nærkaðist Ábraham honum og mælti: ?Ætlar tú av sanni at avoyða rættvísar saman við órættvísum? Kanska eru fimti rættvísir í staðnum, vilt tú tá oyða teir av og ikki eira staðnum vegna teirra fimti rættvísu, sum har eru? Fjart veri tað tær at gera tílíkt, at týna rættvísar saman við órættvísum, so at tað fer rættvísum á sama hátt sum órættvísum; fjart veri sovorðið tær; man hann, ið dømir alt jarðarríkið, ikki inna rætt?? Sl. Jóh. Áps. Róm. Harrin svaraði: ?Finni eg í Sódomu fimti rættvísar innanborgar, skal eg eira øllum staðnum teirra vegna.? Men Ábraham tók aftur til orða og segði: ?Eg eri farin at tala við Harra mín, tó at eg eri dust og øska. Sír. Vera má, at fimm vanta í fimti rættvísar; vilt tú tá oyða allan staðin vegna hesa fimm?? Hann svaraði: ?Finni eg fjøruti og fimm rættvísar í honum, skal eg ikki oyða hann.? Men hann helt fram at tala við hann og segði: ?Vera má, at har einans finnast fjøruti?. Hann svaraði: ?Vegna teirra fjøruti skal eg lata tað verða ógjørt.? Uppaftur mælti hann: ?Harri mín má ikki verða illur um, at eg tali, men vera má, at har einans finnast tríati.? Hann svaraði: ?Finni eg tríati, skal eg ikki gera tað.? Og hann segði: ?Sí, eg eri farin at tala við Harra mín, men vera má, at har einans finnast tjúgu.? Hann svaraði: ?Vegna teirra tjúgu skal eg ikki oyða hann.? Uppaftur segði hann: ?Harri mín má ikki verða illur, tá ið eg nú tali á síðsta sinni, men vera má, at har einans finnast tíggju.? Hann svaraði: ?Vegna teirra tíggju skal eg lata tað verða ógjørt.? Tá ið Harrin hevði endað talu sína við Ábraham, fór hann leið sína; og Ábraham vendi heim aftur til sín sjálvs. kapitul Einglar vitja Lot; spillan í Sódomu, Bjarging Lots, Oyðing Sódomu og Gómorru, kona Lots, Døtur Lots, Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomu, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar Mós. og mælti: ?Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara.? Men teir svaraðu: ?Nei, vit vilja sova úti á torginum í nátt.? Hebr. Luk. Men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum; og tá ið teir komu inn í hús hansara, setti hann mat fyri teir, bakaði ósúrgaðar køkur, og teir ótu. Men áður enn teir vóru farnir til hvíldar, slógu borgarmenninir, íbúgvar Sódomu, ring um húsið, bæði ungir og gamlir, hvør maður av húsi. Dóm. Og teir rópaðu á Lot og søgdu: ?Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!? Róm. Lot fór tá út í dyr til teirra, lokaði hurðina eftir sær, og segði við teir: ?Fremjið, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir! Dóm. Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!? Tá rópaðu teir: ?Hav teg burtur! Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara! Men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!? Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. Pæt. Tá rættu menninir hondina útum, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina. Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inngongdina. Vísd. Og menninir søgdu við Lot: ?Alt skyldfólk títt, mágar tínar, synir tínar og døtur og alt, sum tú eigur í borgini, skalt tú føra burtur frá hesum staði, tí at vit ætla at oyða henda staðin, av tí at rópið yvir teir er vorðið so mikið fyri Harranum, at Harrin hevur sent okkum at oyða staðin.? Mós. Ez. Opb. Tá fór Lot út at tala við mágar sínar, ið skuldu fáa døtur hansara, og mælti: ?Standið upp og rýmið hiðan, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!? Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur. Tá ið nú dagur tók at lýsa, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: ?Statt upp og tak við tær konu tína og báðar døtur tínar, ið hjá tær eru, so at tú ikki verður týndur fyri misgerð staðarins.? Pæt. Vísd. Men tá ið hann drálaði, tóku menninir hann og konu og døtur hansara, av tí at Harrin vildi eira honum, og leiddu hann út og sleptu honum ikki, fyrr enn hann var komin út um staðin. Og tá ið teir høvdu leitt hann útum, søgdu teir: ?Bjarga tær, tí at lív títt liggur við! Lít teg ikki aftur um bak og steðga ongar staðir á slættanum, men bjarga tær niðan í fjøllini, so at tú ikki ferst!? Men Lot segði við teir: ?Á nei, harri mín! Sí, trælur tín hevur jú funnið náði í eygum tínum, og mikla miskunn hevur tú sýnt mær við at lata meg vera á lívi; men eg kann ikki bjarga mær niðan í fjøllini; ógævan man fáa meg aftur, og eg man lívið týna. Men sí, har er bygd í nánd at flýggja til; og hon hevur lítið at týða; hagar kann eg bjarga mær, hon hevur vissuliga lítið at týða; og lív mítt er tá bjargað!? Tá svaraði hann honum: ?Eisini hesa bøn skal eg veita tær; eg skal ikki oyða bygdina, sum tú talar um. Bjarga tær sum skjótast hagar, tí at einki fái eg gjørt, fyrr enn tú ert komin hagar.? Tí verður tann bygdin nevnd Zoar. Í sólarrenningini, tá ið Lot var komin til Zoar, læt Harrin regna av himni svávul og eld frá Harranum niður yvir Sódomu og Gómorru. Mós. Sl. Jes. Jer. Ez. Hós. Ám. Luk. Pæt. Jud. Og hann oyddi av hesar borgir og allan Jórdanslættan og allar íbúgvar borganna og jarðargróðurin. Men kona hans leit seg aftur um bak og varð at saltstólpa. Luk. Vísd. Snimma morgunin eftir fór Ábraham á tann staðin, har hann hevði staðið frammi fyri Harranum; og tá ið hann leit yvir at Sódomu og Gómorru og út um allan Jórdanslættan, tá sá hann royk koma upp úr jørðini eins og royk úr bræðsluovni. Men tá ið Guð oyddi av borgirnar á Jórdanslættanum, mintist hann á Ábraham og leiddi Lot út úr oyðingini, sum hann læt koma yvir tær borgir, ið Lot búði í. Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum. Tá segði hin eldra við hina yngru: ?Faðir okkara er gamal, og eingin kallmaður er eftir her í landinum at koma inn til okkara á vanligan hátt. Kom tí, latum okkum geva faðir okkara vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.? Mós. Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. Morgunin eftir segði hin eldra við hina yngru: ?Sí, í nátt lá eg hjá faðir mínum; latum okkum nú eisini í kvøld geva honum vín at drekka; far tú tá og legg teg hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara!? Síðan góvu tær aftur tað kvøldið faðir sínum vín at drekka, og hin yngra fór og legði seg hjá faðir sínum; og hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av ávum faðirs teirra. Og hin eldra føddi son og nevndi hann Móab; hann er ættarfaðir Móabs enn í dag. Eisini hin yngra føddi son; og hon nevndi hann Ben-Ammi; hann er ættarfaðir Ammonita enn í dag. kapitul Ábraham og Sára í Gerar. Ábraham flutti nú haðan suður í landið og settist niður millum Kádesj og Sjúr og búði sum útiseti í Gerar. Mós. Men av tí at Ábraham hevði sagt, at Sára var systir hansara, sendi Ábimelek, kongurin av Gerar, boð eftir Sáru og tók hana til sín. Mós. Tá kom Guð í dreymi til Ábimeleks um náttina og segði við hann: ?Sí, tú skalt doyggja vegna ta konu, ið tú hevur tikið, tí hon er kona annars mans!? Men Ábimelek hevði ikki verið henni nær; og hann mælti: ?Harri, ætlar tú eisini at týna sakleysar menn? Segði hann ikki fyri mær, at hon var systir hansara? Og sjálv segði hon, at hann var bróðir hennara. Við sakleysum hjarta og reinum hondum havi eg gjørt hetta.? Tá segði Guð við hann í dreymi: ?Víst veit eg, at tú gjørdi hetta í sakloysi hjarta tíns, og eg havi eisini varðveitt teg frá at synda móti mær; tessvegna loyvdi eg tær ikki at nerta hana. Men fá nú manninum konu sína aftur, tí at hann er profetur og kann biðja fyri tær, so at tú mást vera á lívi; men sendir tú hana ikki aftur, tá skalt tú vita, at deyðin er tær og øllum tínum vísur!? Sl. Snimma morgunin eftir fór Ábimelek upp og rópaði til sín allar menn sínar; og tá ið hann greindi teimum frá hesum tilburðum, vórðu teir ógvuliga óttafullir. Og Ábimelek rópaði Ábraham til sín og segði við hann: ?Hví gjørdi tú okkum hetta? Hvat ilt havi eg gjørt tær, at tú leiddi tílíka synd yvir meg og ríki mítt? Tú hevur gjørt ímóti mær slíkt, sum ikki eigur at verða gjørt!? Og Ábimelek segði við Ábraham: ?Hvat var ætlan tín við at gera hetta?? Ábraham svaraði: ?Eg hugsaði sum so: Her man eingin gudsótti vera; tí munnu teir fara at drepa meg vegna konu mínar. Men annars er hon kortini systir mín, tí hon er dóttir faðirs míns, tó ikki dóttir móður mínar, og tí kundi hon verða gift mær. Men tá ið Guð læt meg reika um fjart frá húsi faðirs míns, segði eg við hana: ?Hesa góðvild mást tú sýna mær: allar staðir, hagar vit koma, mást tú siga, at eg eri bróðir tín.? Síðan tók Ábimelek smalur og stórdýr, trælir og trælkvendi og gav Ábrahami og fekk honum aftur Sáru, konu hansara. Og Ábimelek segði við hann: ?Sí, land mítt stendur tær í boði; set teg niður, hvar tær líkar best!? Og við Sáru segði hann: ?Nú gevi eg bróður tínum túsund siklar í silvuri; tað skal verða tær viðurgjald fyri alt, sum tær hevur verið fyri; og tú skalt í øllum lutum verða sakarleys!? Tá bað Ábraham til Guðs, og Guð grøddi Ábimelek og konu hansara og hjákonur hansara, so at tær fingu børn. Tí at Harrin hevði lokað aftur fyri hvørjum móðurlívi í húsi Ábimeleks vegna Sáru, konu Ábrahams. kapitul Føðing Ísaks, Hágar burturrikin, Ábraham ger sáttmála við Ábimelek, Harrin vitjaði Sáru, eins og hann hevði lovað; og Harrin gjørdi við Sáru, eins og hann hevði sagt. Mós. Og Sára varð við barn og føddi Ábrahami son á ellisárum hansara um tað mundið, sum Guð hevði sagt honum. Hebr. Gal. Ábraham gav syni sínum, sum føddist honum sum Sára føddi honum navnið Ísakur t.e. látur. Og Ábraham umskar Ísak, son sín, tá ið hann var átta daga gamal, eins og Guð hevði boðið honum. Mós. Áps. Ábraham var hundrað ára gamal, tá ið Ísakur, sonur hansara, føddist honum. Tá mælti Sára: ?Guð hevur elvt mær látur; og hvør tann, ið hoyrir um hetta, man flenna at mær.? Mós. Og hon segði: ?Hvør skuldi sagt fyri Ábrahami, at Sára hevur barn á brósti? Og nú havi eg tó føtt honum son í ellisárum hansara.? Sveinurin vaks nú og varð vandur av brósti; og Ábraham gjørdi mikla veitslu tann dagin, tá ið Ísakur varð vandur av brósti. Men tá ið Sára sá sonin hjá Hágar, hini egyptisku, sum hon hevði føtt Ábrahami, spæla sær við Ísak, son sín, segði hon við Ábraham: ?Rek burtur hesa trælkonu og son hennara, tí at ikki skal sonur hesa trælkonu taka upp arv saman við Ísaki, syni mínum!? Gal. Dóm. Ábrahami líkaði hetta illa sonar síns vegna. Men Guð segði við Ábraham: ?Harmast ikki um sveinin og trælkonu tína; men ver Sáru lýðin í øllum, sum hon sigur tær; tí at eina eftirkomarar Ísaks skulu verða taldir ættarkyn títt. Mós. Róm. Gal. Hebr. Men eisini son trælkonunnar skal eg gera at miklari tjóð, tí at hann er jú avkom títt.? Mós. Morgunin eftir fór Ábraham snimma upp, tók breyð og vatnhít og gav Hágar tað; men sveinin setti hann upp á herðar hennara og sendi hana síðan burtur. Hon reikaði nú um og viltist í oyðimørk Beersjebu. Og tá ið vatnið í hítini var uppi, legði hon sveinin undir ein runn og fór og setti seg har okkurt sum bogaskots longd frá honum; tí at hon hugsaði við sær: ?Eg toli ikki at síggja barnið doyggja.? Hon settist har, og sveinurin tók at stórgráta. Men Guð hoyrdi sveinin; og eingil Harrans rópaði av himni á Hágar og segði við hana: ?Hvat bagir tær Hágar? Óttast ikki, tí at Guð hevur hoyrt rødd sveinsins, har sum hann liggur! Far og tak sveinin upp og hav hann í góðari varðveitslu, tí at eg skal gera hann til mikla tjóð!? Tá læt Guð eygu hennara upp, so at hon sá brunn við vatni í; hon fór og fylti hítina við vatni og gav sveininum at drekka. Og Guð var við sveininum; hann kom til og búsettist í oyðimørkini og gjørdist ørvagarpur. Hann búði í Párans oyðimørk; og móðir hansara tók honum konu úr Egyptalandi. Um hetta leitið komu Ábimelek og Píkol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: ?Guð er við tær í øllum, sum tú fæst við. Mós. Svør nú her við Guð, at tú ikki vilt fara við svikráðum hvørki móti mær ella eftirkomarum mínum; men eins og eg havi sýnt tær góðsemi, soleiðis skalt tú gera móti mær og tí landi, har tú býrt í útisetri!? Ábraham svaraði: ?Eg skal svørja svá!? Men Ábraham hevði at Ábimeleki fyri vatnbrunnin, sum húskallar Ábimeleks høvdu rænt. Mós. Tá segði Ábimelek: ?Eg veit ikki, hvør ið hetta hevur gjørt; ikki hevur tú sagt hetta fyri mær, og ikki havi eg heldur hoyrt um tað fyrr enn í dag.? Tá tók Ábraham smalur og stórdýr og gav Ábimeleki, og teir gjørdu sáttmála sín ámillum. Men Ábraham tók sjey gimbrar úr fylginum burturav; og tá ið Ábimelek spurdi Ábraham, hví hann tók hesar sjey gimbrarnar burturav, svaraði hann: ?Jú, hesar sjey gimbrarnar skalt tú taka við av míni hond til vitnisburðar um, at eg havi grivið henda brunnin.? Tessvegna eitur tann staðurin Beersjeba, tí har svóru teir báðir. Soleiðis gjørdu teir sáttmála í Beersjebu. Síðan fóru teir Ábimelek og Píkol, herhøvdingi hans, haðan og snúðust heim aftur í Filistaland. Ábraham setti niður támariskrunn í Beersjebu og ákallaði har navn Harrans, hins æviga Guðs. Og Ábraham búði leingi í útisetri í Filistalandi. kapitul Offur Ábrahams, Synir Nákors, Eftir hesar tilburðir royndi Guð Ábraham; og hann rópaði á hann: ?Ábraham!? Hann svaraði: ?Ja, eg eri her!? Hebr. Og hann segði: ?Tak tú einkarson tín, Ísak, sum tú elskar, og far til Mórialands og ofra hann har sum brennioffur uppi á einum av fjøllunum, sum eg skal vísa tær á!? Snimma morgunin eftir legði Ábraham á asna sín, tók tveir av sveinum sínum við sær og Ísak, son sín, kleyv viðin til brennioffurið og helt avstað hagar, ið Harrin hevði sagt honum. Triðja dagin, tá ið Ábraham leit seg um, sá hann staðin langt burturi. Tá segði Ábraham við sveinar sínar: ?Bíðið tit her hjá asnanum, meðan eg og smádrongurin fara yvir hagar at tilbiðja; vit koma so aftur til tykkara.? Mós. Ábraham tók tá viðin til brennioffurið og legði hann upp á herðar Ísaks, sonar síns; sjálvur tók hann eldin og offurknívin; og so gingu teir báðir saman. Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: ?Faðir mín!? Hann svaraði: ?Ja, sonur mín.? Hann segði: ?Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið?? Ábraham svaraði: ?Guð man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.? Og so gingu teir aftur báðir saman. Og tá ið teir komu á staðin, sum Guð hevði sagt honum, reisti Ábraham har altar og legði viðin til rættis; síðan bant hann Ísak, son sín, og legði hann upp á altarið oman á viðin. Mós. Og Ábraham rætti út hond sína og tók knívin til at slátra son sín. Ják. Men tá rópaði eingil Harrans á hann av himni og segði: ?Ábraham, Ábraham!? Hann svaraði: ?Her eri eg.? Mós. Mós. Sám. Og hann segði: ?Legg tú ikki hond á sveinin og ger honum einki mein; tí at nú veit eg, at tú óttast Guð, við tað at tú ikki sýtti mær einkarson tín.? Róm. Tá ið Ábraham hugdi upp og leit seg um, bar hann eyga við veðr, sum við hornunum var komin fastur í ein runn. Ábraham fór tá og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í stað sonar síns. Og Ábraham nevndi henda stað: ?Guð sær.? Tí sigur orðafellið enn: ?Á fjallinum, har Guð birtist.? Tá kallaði eingil Harrans aftur á Ábraham av himni og segði: ?Eg svørji um sjálvan meg, sigur Harrin: av tí at tú gjørdi hetta og ikki sýtti mær son tín, einkarson tín, Sl. Luk. Hebr. skal eg av sonnum vælsigna teg og gera eftirkomarar tínar fjølmentar sum stjørnurnar á himni, sum sandin við sævarstrond; og eftirkomarar tínir skulu taka borgarlið fígginda sína til ognar. Mós. Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing, fyri at tú lýddi rødd míni.? Mós. Gal. Áps. Eftir hetta fór Ábraham aftur til sveinar sínar, og teir risu og fóru allir saman til Beersjebu. Og Ábraham varð búgvandi í Beersjebu. Nakað eftir hesar tilburðir fekk Ábraham hesi tíðindi: ?Eisini Milka hevur føtt Nákori, bróður tínum, synir: Mós. Uz, frumgitna hansara, og Buz, bróður hansara, og Kemuel, ættfaðir Árams, og Kesed, Házo, Pildasj, Jidlaf og Betuel. Men Betuel gat Rebekku. Hesi átta føddi Milka Nákori, bróður Ábrahams. Mós. Og hann hevði hjákonu, Reuma nevnd at navni, eisini hon føddi honum synir: Teba, Gáham, Táhasj og Máaka. kapitul Sára andast, og verður grivin í hellinum við Makpela, Og Sára livdi eitt hundrað og tjúgu og sjey ár; so mangir vóru ævidagar hennara. Og Sára doyði í Kirjat-Arba tað er Hebron í Kánáanlandi. Og Ábraham fór innar at syrgja Sáru og gráta hana. Síðan fór hann frá síni deyðu og mælti soleiðis við Hetitar: ?Eg eri gestur og útiseti her hjá tykkum; gevið mær eitt jarðarstykki, so at eg kann fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana.? Hebr. Tá svaraðu Hetitar Ábrahami og søgdu við hann: ?Lýð á okkum, harri! Høvdingur Guðs ert tú okkara millum; jarða tína deyðu í eini av okkara bestu grøvum; tí at eingin av okkum vil sýta tær grøv sína til at jarða tína deyðu í!? Men Ábraham reis og neig fyri íbúgvum landsins, fyri Hetitum, og talaði við teir svá: ?Er tað tykkara vilji, at eg má fáa mína deyðu burtur frá mær og jarða hana, so hoyrið meg og talið mín vegna við Efron Zóharsson um at geva mær Makpelahellið, ið liggur uttast í bø hansara; fyri fult virði skal hann geva mær tað sum gravstað tykkara millum.? Efron sat har millum Hetitanna, og Efron Hetiti mælti soleiðis við Ábraham, meðan Hetitar og allir, ið gingu inn um borgarlið hansara, lýddu á: ?Nei, harri mín, lurta eftir mær! Jarðarstykkið gevi eg tær; og hellið, sum í tí er, gevi eg tær eisini: fyri ásjón frænda mína gevi eg tær tað; jarða tú tína deyðu!? Men Ábraham neig fyri íbúgvum landsins Mós. og talaði við Efron í hjástøðu teirra og segði: ?Gævi tú vildi lurta eftir mær: Eg gjaldi tær fult virði fyri jørðina; tak við tí av mær, so at eg kann jarða mína deyðu har!? Tá svaraði Efron Ábrahami og segði: ?Lurta eftir mær, harri mín! Jørð fyri fýra hundrað siklar í silvuri, hvat er tað hjá okkum báðum at tala um? Jarða tú bara tína deyðu!? Ábraham skilti Efron; og hann vigaði Efroni tað silvur, sum hann hevði nevnt í hjástøðu Hetita, fýra hundrað siklar í silvuri. Soleiðis kom jarðarstykki Efrons í Makpela áraka Mamre, jarðarstykkið og hellið, sum í tí var og øll trøini, sum allastaðni vuksu á tí, Mós. Áps. til at verða ogn Ábrahams í hjástøðu Hetita, frammi fyri øllum, sum gingu út og inn um borgarlið hansara. Síðan jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum í Makpela jarðarstykki áraka Mamre tað er Hebron í Kánáanlandi. Mós. Soleiðis fekk Ábraham av Hetitum jarðarstykkið og hellið, sum á tí var, til leggstaðar. kapitul Ísakur fær Rebekku til konu. Ábraham var nú gamal og nógv til árs; og Harrin hevði vælsignað Ábraham í øllum lutum. Tá segði Ábraham við húskall sín, ið var elstur í húsi hansara og ráddi fyri øllum, sum hann átti: ?Legg tú hond tína undir lendar mínar Mós. og svør mær við Harran, Guð himins og jarðar, at tú ikki vilt taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi millum, Mós. men tú skalt fara til føðiland og ættarfólk mítt og taka Ísaki, syni mínum, konu haðan!? Tá mælti húskallurin við hann: ?Um nú gentan ikki vil fylgja mær aftur í hetta land, eigi eg tá at fara við syni tínum í tað land, sum tú fórt frá?? Men Ábraham svaraði honum: ?Vara teg væl fyri at flyta son mín aftur hagar! Harrin, Guð himinsins, sum tók meg úr húsi faðirs míns og úr heimlandi mínum, hann sum hevur talað til mín, svorið mær og sagt: ?Tínum eftirkomarum vil eg geva hetta landið,? hann vil senda eingil sín undan tær, so at tú kanst fáa syni mínum konu haðan. Mós. Mós. Og vil gentan ikki koma við tær, tá ert tú leysur frá eiðinum. Men í hvussu er mást tú ikki flyta son mín aftur hagar.? Tá legði húskallurin hondina undir lendar Ábrahams, húsbónda síns, og svór honum hetta. Síðan tók húskallurin tíggju av kamelum húsbónda síns og alskyns dýrgripir, ið húsbóndi hansara átti, og helt avstað til Nákors bygd í Áram-Náharáim. Mós. Mós. Men um kvøldið um tað mundið, tá ið genturnar vóru vanar at fara út eftir vatni, læt hann kamelarnar leggja seg niður við brunnin uttan fyri bygdina. Og hann tók at biðja: ?Harri Guð Ábrahams, húsbónda míns, lat nú ferð mína eydnast og sýn kærleika móti Ábrahami, húsbónda mínum! Her standi eg við brunnin og genturnar úr bygdini koma út higar eftir vatni. Tá ið eg nú biði eina teirra geva mær vatn at drekka, og hon tá sigur: ?Drekk tú, og eg skal eisini brynna kamelum tínum,? lat hana tá vera gentuna, sum tú hevur ætlað Ísaki, tænara tínum. Av hesum man eg tá kenna, at tú sýnir kærleika móti húsbónda mínum!? Men áður enn hann hevði endað bøn sína, sí, tá kom Rebekka, dóttir Betuels, sonar Milku, konu Nákors, bróður Ábrahams, og hon hevði krukku sína á økslini; Mós. gentan var frálíka fríð í ásjón, moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni; hon fór niður í brunnin, fylti krukku sína og kom síðan uppaftur. Tá fór húskallurin rennandi ímóti henni og mælti: ?Gev mær ein vatnsopa at drekka úr krukku tíni!? Jóh. Hon svaraði: ?Drekk, harri mín,? og tók alt í einum krukkuna niður av økslini í hond sína og gav honum at drekka. Og tá ið hon hevði givið honum at drekka, segði hon: ?Eisini kamelum tínum vil eg geva vatn, til teir hava drukkið seg ótystar.? Og skundisliga stoytti hon úr krukku síni upp í vatntrogið, leyp niður aftur í brunnin at oysa og oysti øllum kamelum hansara vatn. Men maðurin stóð og eygleiddi hana tigandi til tess at komast eftir, um Harrin hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki. Og tá ið kamelarnir vóru lidnir at drekka, tók hann fram nasaring av gulli, ið vá hálvan sikul, og dró á armar hennara gullringar tveir, ið vógu tíggju siklar í gulli. Síðan mælti hann: ?Sig mær, hvørs dóttir tú ert, og um tað er rúm í húsi faðirs tíns at hýsa okkum í nátt?? Hon svaraði honum: ?Eg eri dóttir Betuels, sonar Milku, ið hon føddi Nákori.? Mós. Og hon segði við hann: ?Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir.? Tá lútaði maðurin djúpt og tilbað Harran og mælti: ?Lovaður veri Harrin, Guð Ábrahams, húsbónda míns, ið ikki hevur lætt av miskunn og trúfesti síni móti húsbónda mínum! Meg hevur Harrin leitt beina leið at húsi frænda húsbónda míns.? Gentan leyp nú heim í hús móður sínar at siga frá tí, ið til hevði borist. Men Rebekka átti bróður, Lában at navni. Tá ið hann sá nasaringin og ringarnar á ørmum systur sínar og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá, hvat maðurin hevði sagt fyri henni, rann hann út til mannin við brunnin; og tá ið hann var komin út hagar og sá mannin enn standa hjá kamelunum við brunnin, segði hann við hann: ?Kom, tú vælsignaði av Harranum! Hví stendur tú her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum.? Mós. Sl. Maðurin kom nú til húsa, og Lában tók sær av kamelunum, gav teimum hálm og fóður og fekk manninum vatn til at tváa føtur sínar og føtur teirra, ið við honum vóru. Og matur varð settur fyri hann; men hann segði: ?Ikki vil eg bragda mat, fyrr enn eg havi borið upp ørindi mítt.? Hann svaraði: ?Tala!? Og hann mælti: ?Eg eri húskallur Ábrahams. Harrin hevur ríkliga vælsignað húsbónda mín, so at hann er vorðin múgvandi maður; og hann hevur givið honum smalur og stórdýr, silvur og gull, trælir og trælkvendi, kamelar og asnar. Mós. Og Sára, kona húsbónda míns, hevur føtt honum son í ellisárum hans, og honum hevur hann givið alt, sum hann eigur. Mós. Og húsbóndi mín tók av mær eið og segði: ?Tú mást ikki taka syni mínum konu av døtrum Kánáanita, sum eg búgvi í landinum hjá; heldur skalt tú fara í hús faðirs míns til frænda mína og taka syni mínum konu haðan!? Eg segði tá við húsbónda mín: ?Vera má, at gentan ikki vil koma við mær.? Men hann svaraði: ?Harrin, fyri hvørs ásjón eg gangi, man senda eingil sín við tær og lata ferð tína eydnast, so at tú fært syni mínum konu av ættfólki mínum úr húsi faðirs míns. Mós. Mós. Jós. Kemur tú til ættfólk mítt, tá skalt tú verða leysur frá eiðinum. Og vilja teir ikki geva tær hana, ert tú eisini leysur frá tí eiði, sum eg taki av tær.? Tá ið eg nú í dag kom at brunninum, bað eg soleiðis: ?Harri, Guð Ábrahams, húsbónda míns, gævi tú letur hesa ferð eydnast, sum eg eri á!? Sí, her standi eg við brunnin; kemur nú einhvør genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: ?Gev mær vatnsopa at drekka úr krukku tíni,? og hon tá sigur við meg: ?Bæði tær og kamelum tínum vil eg geva at drekka,? lat hana tá vera ta konu, ið Harrin hevur ætlað syni húsbónda míns!? Men áður enn eg hevði endað hesa røðu við sjálvan meg, sí, tá kom Rebekka út við krukku síni á økslini, steig niður í brunnin og bar vatn upp. Eg segði tá við hana: ?Gev mær eitt sindur at drekka!? Beinanvegin tók hon krukku sína niður av økslini og segði: ?Drekk tú, og eisini kamelum tínum skal eg brynna!? Síðan drakk eg; og hon brynti eisini kamelum mínum. Síðan spurdi eg hana: ?Hvørs dóttir ert tú?? Hon svaraði: ?Dóttir Betuels, sonar Nákors, ið Milka føddi honum.? Tá setti eg ringin í nøs hennara og dró ringar á armar hennara. Eg lútaði tá til jarðar og tilbað Harran. Eg lovaði Harranum, Guði Ábrahams, húsbónda míns, fyri at hann hevði leitt meg á rætta leið, so at eg kundi taka bróðurdóttur húsbónda míns syni hansara til konu. Vilja tit nú sýna húsbónda mínum góðvild og trúfesti, so sigið mær tað. Og vilja tit tað ikki, so sigi mær tað eisini, so at eg má hava nakað at fara eftir.? Tá svaraðu Lában og Betuel og søgdu: ?Frá Harranum man hetta vera; vit kunnu einki gera tær, hvørki ilt ella gott. Her hevur tú Rebekku, far avstað við henni, at hon má verða kona sonar húsbónda tíns, eins og Harrin hevur sagt!? Tá ið húskallur Ábrahams hoyrdi hetta, lútaði hann til jarðar fyri Harranum. Og húskallurin tók fram gripir av silvuri, gulli og klæði og gav Rebekku; somuleiðis gav hann bróður og móður hennara gersimar. Síðan ótu og drukku teir, hann og fylgisneytar hans, og gistu har um náttina, og tá ið teir morgunin eftir komu upp, mælti hann: ?Latið meg nú fara heim til húsbónda míns!? Men bróðir hennara og móðir søgdu: ?Loyv gentuni at verða enn einar tíggju dagar hjá okkum. Síðan má hon fara!? Men hann svaraði teimum: ?Haldið mær ikki aftur; Harrin hevur latið ferð mína eydnast; so latið meg nú sleppa heim aftur til húsbónda míns!? Tá søgdu tey: ?Vit skulu rópa gentuna og spyrja hana sjálva.? Tey rópaðu tá Rebekku og søgdu við hana: ?Vilt tú fara við hesum manni?? Hon svaraði: ?Ja, eg vil fara.? Tá lótu tey Rebekku, systur sína, og fostru hennara, fara við húskalli Ábrahams og monnum hans. Mós. Og tey vælsignaðu Rebekku og søgdu við hana: ?Gævi at systir vár verði at túsundum tíggju túsunda, og at eftirkomarar tínir hertaka borgarlið fígginda sína!? Mós. Síðan settust Rebekka og fylgismoyggjar hennara á kamelbak og fóru aftan á mannin; og húskallurin tók Rebekku við sær og fór leið sína. Tess ámillum var Ísakur farin í oyðimørkina við Lákai-Roi brunnin og dvaldist har á suðurlandinum. Mós. Eitt kvøldið fór hann út á viðavang at biðja; og tá hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá komu har nakrir kamelar. Og tá ið Rebekka hugdi upp og bar eyga við Ísak, fór hon niður av kamelinum; og hon spurdi húskallin: ?Hvør er hasin maður, ið kemur móti okkum har á markini?? Hann svaraði: ?Hatta er húsbóndi mín.? Tá tók hon slør sítt og huldi seg. Síðan segði húskallurin Ísaki frá øllum tí, sum hann hevði gjørt. Tá leiddi Ísakur hana inn í tjaldið hjá Sáru, móður síni, og tók hana til konu; og hann legði ástir við hana. Soleiðis varð Ísakur uggaður eftir lívlát móður sínar. Mós. kapitul Synir Ábrahams við Keturu, Deyði Ábrahams, Ættleggur Ísmaels, Esav og Jákup, Esav selur frumburðarrættin, Ábraham tók sær aftur konu, Ketura at navni. Hon føddi honum Zimran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjúa. Joksjan gat Sába og Dedan; og synir Dedans vóru Assjuritar, Letusjitar og Leummitar. Synir Midians vóru Efa, Efer, Hánok, Ábida og Eldáa. Allir hesir eru synir Keturu. Og Ábraham gav Ísaki alt, sum hann átti; men teimum sonum, sum Ábraham gat við hjákonunum, gav hann gávur og sendi teir, meðan hann enn var á lívi, burtur frá Ísaki, syni sínum, eystur til eysturlanda. Hetta eru ævidagar Ábrahams, tey ár, hann livdi, eitt hundrað og sjeyti og fimm ár. Tá andaðist Ábraham og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum og savnaðist síðan hjá fedrum sínum. Mós. Og Ísakur og Ísmael, synir hansara, jarðaðu hann í Makpelahelli, í jørðini hjá Efroni, syni Zóhars Hetita, áraka Mamre, í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt frá Hetitum, har varð Ábraham jarðaður og Sára, kona hansara. Mós. Eftir at Ábraham var deyður, vælsignaði Guð Ísak, son hans. Og Ísakur búði við Lákai-Roi brunnin. Mós. Hetta er ættartal Ísmaels, Ábrahamssonar, sum Hágar, hin egyptiska, trælkona Sáru, føddi honum. Og hesi eru nøvn Ísmaels sona eftir nøvnum og kyntáttum teirra: Nebajot, Ísmaels frumgitni, og Kedar, Adbeel, Mibsam, Mós. Misjma, Dúma, Massa, Hádad, Tema, Jetur, Náfisj og Kedma. Hesir eru synir Ísmaels, og hesi eru nøvn teirra í torpum teirra og tjaldbúðum; tólv høvdingar eftir kyntáttum sínum. Og hetta eru ævidagar Ísmaels; hundrað og tríati og sjey ár; tá andaðist hann og doyði og savnaðist til fedra sína. Teir høvdu bústaðir sínar frá Hávila alt at Sjúr áraka Egyptaland og allan vegin til Assjurs; og teir viku ikki fyri nøkrum av frændum sínum. Mós. Hetta er ættartal Ísaks Ábrahamssonar: Ábraham gat Ísak. Mós. Og Ísakur Ábrahamsson var fjøruti ára gamal, tá ið hann tók sær til konu Rebekku, dóttur Betuels hins áramaiska úr Paddan-Áram, systur Lábans hins áramaiska. Mós. Men Ísakur bað til Harrans fyri Rebekku, konu síni, tí hon var óburin; Harrin bønhoyrdi hann; og Rebekka, kona hansara, varð við barn. Og tá ið sveinarnir stoyttu saman í kviði hennara, mælti hon: ?Er tað soleiðis vorðið, hví livi eg tá?? Hon leitaði tá til Harrans um ráð. Og Harrin segði við hana: ?Tvær tjóðir eru í kviði tínum, og tveir ættleggir skulu greina seg út frá móðurlívi tínum. Annar skal vera mætari enn hin; hin eldri skal tæna hinum yngra.? Mós. Mál. Róm. Tá ið nú dagur hennara kom, at hon skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. Og hin fyrri kom út reydligur, allur sum hann var, alloðin eins og feldur; og teir nevndu hann Esav. Síðan kom bróðir hansara út; hann helt um hælin á Esavi; teir nevndu hann Jákup. Ísakur var seksti ára gamal, tá ið hon føddi teir. Hós. Matt. Mós. Tá ið nú sveinarnir komu til, gjørdist Esav frálíkur veiðimaður, ið reikaði um heiðarnar, meðan Jákup lá í friði heima við tjøldini. Ísakur unnaði Esav, av tí at honum dámdi væl villibráð; men Rebekka unnaði Jákup. Einaferð, tá ið Jákup búði til ein verð, kom Esav útlúgvaður av heiðum. Tá segði Esav við Jákup: ?Gev mær sum skjótast nakað at eta, nakað av hasum reyða, av hasum reyða har, tí at eg eri útlúgvaður!? Tessvegna varð hann nevndur Edóm á hebr. sama orðaljóð sum ?reytt?. Mós. Men Jákup svaraði: ?Sel mær fyrst tín frumburðarrætt!? Tá mælti Esav: ?Sí, eg eri deyðkomin; hvat gagnar mær hesin frumburðarrættur?? Jákup svaraði: ?Svør mær hetta fyrst til!? Og hann svór Jákupi tað til og seldi honum sín frumburðarrætt. Mós. Hebr. Síðan gav Jákup Esavi breyð og ein verð av flatbønum. Og hann át og drakk, fór síðan á føtur og helt avstað leið sína. Soleiðis lítilsvirdi Esav frumburðarrætt sín. kapitul Ísakur í Gerar; hann fær fyrijáttan, Klandur um brunnar við Filistar. Ísakur fer til Beersjebu, ger sáttmála við Ábimelek, Konur Esavs, Nakað eftir hetta varð hallár í landinum eitt annað enn hitt fyrra á døgum Ábrahams. Og Ísakur fór til Ábimelek, kong Filista, í Gerar. Mós. Tá birtist Harrin fyri honum og segði: ?Far ikki til Egyptalands, men verð búgvandi í tí landi, sum eg sigi tær! Búgv tú sum útiseti her í landinum, so skal eg vera við tær og vælsigna teg; tí at tær og eftirkomarum tínum skal eg geva øll hesi lond og evna tann eið, sum eg svór Ábrahami, faðir tínum; Mós. eg skal lata avkom títt verða fjølment eins og stjørnur himinsins og gevi eftirkomarum tínum øll hesi lond, og av avkomi tínum munnu allar tjóðir á fold fáa signing, Mós. aftur fyri at Ábraham var rødd míni lýðin og varðveitti rættarreglur, boðorð og fyriskipanir mínar og lóg mína.? Hebr. Ísakur varð tá búgvandi í Gerar. Tá ið nú menninir har á staðnum komu at fregnast um konu hansara, segði hann, at hon var systir hansara, tí at hann tordi ikki at siga, at hon var kona hansara av ótta fyri, at menninir har á staðnum skuldu drepa hann vegna Rebekku, tí at hon var sera fríð á at líta. Mós. Men tá ið hann hevði búð har eina tíð, bar so á, at Ábimeleki, kongi Filista, var hyggjandi út um gluggan; og tá ið hann leit seg um, bar hann eyga við Ísak, sum sat og kíndi Rebekku, konu síni. Tá rópaði Ábimelek á Ísak: ?Sí, so er hon kortini kona tín! Hví segði tú tá, at hon var systir tín?? Ísakur svaraði: ?Av tí at eg helt meg fara at týna lívið hennara vegna.? Mós. Tá segði Ábimelek: ?Hví hevur tú gjørt okkum hetta? Einhvør av fólkinum kundi jú lættliga verið lagstur hjá konu tíni og tú soleiðis fingið okkum í syndasekt!? Mós. Sl. Síðan beyð Ábimelek øllum fólkinum og mælti: ?Hvør tann, ið nertur henda mann og konu hansara, skal vissuliga bøta við lívinum!? Síðan sáaði Ísakur har í landinum og heystaði sama árið hundraðfalt; og Harrin vælsignaði hann, so at eyður hansara vaks í hvørjum, til hann var av ríkastu monnum. Hann átti fylgi av smalum og fylgi av stórdýrum og nógvar trælir, so at Filistar øvundaðu hann. Tá tóku Filistar og tiptu allar teir brunnar, ið húskallar faðirs hans høvdu grivið á døgum Ábrahams, faðirs hans, og fyltu teir við mold. Mós. Og Ábimelek mælti við Ísak: ?Far frá okkum, tí at tú ert vorðin okkum ov máttugur!? Tá fór Ísakur haðan og setti upp búðir sínar í Gerardali og búði har. Men Ísakur læt aftur grava út teir brunnar, sum húskallar Ábrahams, faðirs hans, høvdu grivið, og sum Filistar høvdu tipt, eftir at Ábraham var deyður, og hann gav teimum somu nøvn, sum faðir hans hevði givið teimum. Tá ið nú húskallar Ísaks gróvu har í dalinum, komu teir fram á brunn við rennandi vatni. Men tá gjørdu hirðarnir í Gerar seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: ?Hetta vatnið eiga vit!? Og hann nevndi brunnin Esek tí at har høvdu teir klandrast við hann. klandur. Síðan gróvu teir annan brunn; men eisini um hann klandraðust teir. Hann nevndi hann Sitna fíggindskapur. Tá fór hann burtur haðan og gróv annan brunn; um hann stóðst einki klandur; og hann nevndi hann Rehobot og segði: ?Nú hevur Harrin rúmkað fyri okkum, so at vit mega fjølgast í landinum.? rúmd. Haðan fór hann so niðan til Beersjebu. Somu nátt birtist Harrin fyri honum og segði: ?Eg eri Guð Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí at eg eri við tær; eg skal vælsigna teg og fjølga avkom títt fyri sakir Ábrahams, tænara míns.? Mós. Jes. Tá reisti hann altar har og ákallaði navn Harrans, og hann setti har tjald sítt; og har gróvu húskallar Ísaks brunn. Mós. Tá kom Ábimelek til hansara frá Gerar við Áhuzzati, vini sínum, og Píkoli, herhøvdinga sínum. Mós. Men Ísakur segði við teir: ?Hví koma tit til mín, tá ið tit kortini hata meg og hava rikið meg burtur frá tykkum?? Dóm. Teir svaraðu honum: ?Vit hava týðiliga sæð, at Harrin er við tær, tí hugsaðu vit at fáa eiðargerð í lag millum okkara og tín og gera sáttmála við teg, til tess at tú ikki skalt meina okkum, ið ikki hava nortið teg, men einans gjørt væl ímóti tær og latið teg fara í friði; tí at tú ert vælsignaður av Harranum.? Mós. Sl. Tá gjørdi hann veitslu fyri teimum; og teir ótu og drukku. Snimma morgunin eftir gjørdu teir eiðir sín ámillum; síðan fylgdi Ísakur teimum á leið; og skildust teir tá við hann í friði. Sama dag komu húskallar Ísaks og søgdu honum frá tí brunni, sum teir høvdu grivið og mæltu við hann: ?Vit hava funnið vatn.? Og hann nevndi hann Sjiba, tí eitur bygdin Beersjeba enn í dag. Mós. Tá ið Esav var fjøruti ára gamal, tók hann sær tvær konur, Judit, dóttur Beeri Hetita, og Básemat, dóttur Elons Hetita. Mós. Hetta neit Ísaki og Rebekku í hjartað. kapitul Jákup vinnur sær við svikum signing faðirs síns. Rebekka varar Jákup við hevnd Esavs, Tá ið Ísakur var vorðin gamal og eyguni bilaðu honum, rópaði hann til sín Esav, eldra son sín, og segði við hann: ?Sonur mín!? Hann svaraði honum: ?Her eri eg!? Mós. Sám. Og hann segði við hann: ?Sí, eg eri nú vorðin gamal og veit ikki mín deyðadag. Tak nú veiðitól tíni, ørvahúsa og boga, og far út á heiðar og veið mær onkra bráð. Ger so einhvønn góðan verð til, ið mær dámar væl, og fá mær at eta, so at sál mín kann vælsigna teg, áður enn eg doyggi!? Men Rebekka hevði staðið og lurtað, meðan Ísakur talaði við Esav, son sín. Og tá ið Esav var farin út á heiðar at veiða bráð til faðirs síns, mælti hon við Jákup, yngra son sín, og segði: ?Eg hoyrdi faðir tín tala við Esav, bróður tín, og siga: ?Fá mær villibráð og ger mær krás til, so at eg má eta og vælsigna teg fyri ásjón Harrans, áður enn eg doyggi!? Lýð mær nú, sonur mín, og ger, sum eg bjóði tær. Far út í seyðafylgið og tak mær haðan tvey geitarlomb; so skal eg av teimum tilreiða faðir tínum góðan verð, ið honum dámar best. Tað skalt tú fáa faðir tínum, til tess at hann má eta og vælsigna teg, áður enn hann doyr!? Men Jákup segði við Rebekku, móður sína: ?Ja, men Esav, bróðir mín, er jú loðin, men eg eri snøggur! Mós. Kanska fer faðir mín at trilva uppi á mær, tá verði eg honum eins og svíkjari og leiði yvir meg bølbøn ístaðin fyri signing.? Men móðir hansara svaraði honum: ?Yvir meg komi bølbøn, ið tær verður ætlað! Lýð tú einans mær og far mær eftir lombunum!? Hann fór tá eftir teimum og kom aftur til móður sínar; og móðir hansara gjørdi góðan verð til, sum faðir hansara dámdi best. Og Rebekka tók hátíðarklæðini hjá Esavi, eldra syni sínum, tey, sum hon hevði hjá sær í húsinum, og læt Jákup, yngra son sín, fara í tey. Skinnini av geitarlombunum vavdi hon um hendur og har, sum hálsur hansara var nakin. Og tann góða verðin og breyðið, sum hon hevði tilreitt, fekk hon Jákupi, syni sínum. Hann fór tá inn til faðirs síns og segði: ?Faðir mín!? Hann svaraði: ?Her eri eg! Hvør ert tú, sonur mín?? Jákup segði tá við faðir sín: ?Eg eri Esav, frumgitni sonur tín; eg havi nú gjørt, eins og tú baðst meg; set teg nú upp undir teg og et av villibráð míni, so at sál tín kann vælsigna meg!? Men Ísakur segði við son sín: ?Hvussu kundi tú so skjótt finna nakað, sonur mín?? Hann svaraði: ?Harrin, Guð tín, læt tað vera á vegi mínum.? Tá segði Ísakur við Jákup: ?Kom nærri, sonur mín, so at eg kann trilva á tær og vita, hvørt tú ert sonur mín Esav ella ikki!? Jákup gekk tá at faðir sínum; og tá ið hann hevði trilvað á honum, mælti hann: ?Røddin er rødd Jákups; men hendurnar eru hendur Esavs!? Men hann kendi hann ikki, av tí at hendur hansara vóru lodnar eins og hendur Esavs, bróður hans; og hann vælsignaði hann. Og hann mælti: ?Ert tú Esav, sonur mín?? Hann svaraði: ?Ja, eg eri.? Tá mælti hann: ?Borðreið tá fyri mær og lat meg eta av bráð sonar míns, til tess at sál mín má vælsigna teg.? Hann borðreiddi tá fyri honum, og hann át. Og hann kom við víni til hansara, og hann drakk. Og Ísakur, faðir hansara, segði við hann: ?Kom higar til mín, sonur mín, og kyss meg!? Hann fór tá yvir til hansara og kysti hann. Men tá ið hann kendi roykin av klæðum hans, vælsignaði hann hann við hesum orðum: ?Roykurin av syni mínum er eins og roykurin av jørð, ið Harrin hevur vælsignað. Hebr. Guð gevi tær døgg av himni og fiti jarðar og nøgdir av korni og aldinløgi. Tjóðir skulu tæna tær og tjóðflokkar lúta tær! Tú skalt valda brøðrum tínum, og synir móður tínar skulu lúta tær! Bannaður veri hvør tann, sum bannar teg, og signaður veri hvør tann, sum signar teg!? Mós. Mós. Men beint tá ið Ísakur hevði lokið at vælsigna Jákup, og Jákup var farin út frá faðir sínum, kom Esav aftur av veiðiferð síni. Eisini hann gjørdi góðan verð til, setti fyri faðir sín og segði við faðir sín: ?Statt upp, faðir mín, og et av bráð sonar tíns, til tess at sál tín má vælsigna meg!? Men Ísakur, faðir hansara, segði við hann: ?Hvør ert tú?? Hann svaraði: ?Eg eri Esav, frumgitni sonur tín.? Tá varð Ísakur ógvuliga illa skelkaður og segði: ?Men hvør var tá hesin, ið kom higar við bráð, sum hann hevði fangað? Og eg át av henni, áður enn tú komst, og eg vælsignaði hann. Nú er og verður hann vælsignaður!? Men tá ið Esav hoyrdi hesi orð faðirs síns, rópaði hann hart og sáran og segði við faðir sín: ?Signa eisini meg, faðir mín!? Hebr. Men hann segði: ?Bróðir tín kom við svikræði og tók signing tína!? Tá segði hann: ?Av sonnum eitur hann Jákup, tí at tvær ferðir hevur hann nú teipað meg; frumburðarrætt mín tók hann; og nú hevur hann tikið signing mína.? Og hann segði: ?Hevur tú onga signing eftir til mín?? Mós. Men Ísakur svaraði og segði við Esav: ?Sí, eg havi sett hann at valda tær og givið honum brøður sínar til trælir, og kornið og aldinløgin havi eg givið honum! Hvat kann eg tá gera fyri teg, sonur mín?? Tá segði Esav við faðir sín: ?Hevur tú bara hasa einu signingina, faðir mín? Signa tú eisini meg, faðir mín!? Og Esav skar í grát. Tá svaraði Ísakur, faðir hansara, og segði við hann: ?Fjart frá fiti jarðarinnar skal bústaður tín verða og uttan døgg av himni! Hebr. Av svørði tínum skalt tú liva, og træla skalt tú hjá bróður tínum. Men tá ið tú leggur á tað dýrasta, tú ert mentur, manst tú bróta ok hans av hálsi tínum.? Kong. Tá legði Esav hatur á Jákup fyri ta signing, ið faðir hansara hevði givið honum. Og Esav hugsaði við sær: ?Nú nærkast tíðin, tá ið farið verður at harma sála faðir mín; tá skal eg drepa Jákup, bróður mín!? Óbad. Men tá ið Rebekka fekk fregn um, hvat ið Esav, eldri sonur hennara, hevði sagt, sendi hon boð eftir Jákupi, yngra syni sínum, og segði við hann: ?Sí, Esav, bróðir tín, ætlar at hevna seg inn á teg og drepa teg; men far nú eftir ráðum mínum og flýggja burtur til Lábans, bróður mín, í Káran, Mós. og dvølst eina tíð hjá honum, til vreiðin er runnin av bróður tínum, til hevndarhugur bróður tíns móti tær er sissaður, og hann hevur gloymt tað, ið tú hevur gjørt honum; tá skal eg senda boð og lata teg føra heim aftur haðan. Hví skal eg missa báðar synir mínar á einum degi?? Síðan segði Rebekka við Ísak: ?Mær stendst við lívið vegna døtur Hets, um Jákup tekur sær tílíka hetitiska kvinnu, eina av døtrum landsins, til konu, hvat er mær lívið tá?? kapitul Ísakur sendir Jákup til Lábans, Esav fær sær dóttur Ísmaels til konu, Dreymar Jákups í Betel, Tá rópaði Ísakur Jákup til sín og vælsignaði hann og beyð honum: ?Tak tær ikki konu av døtrum Kánáans, Mós. men far tær til Paddan-Áram í hús Betuels, móðurfaðirs tíns, og tak tær haðan konu av døtrum Lábans, móðurbróður tíns! Mós. Og Guð hin alvaldi vælsigni teg og lati teg nørast og fjølgast, so at tú verður ættarfaðir at mongum tjóðum; Mós. hann gevi tær signing Ábrahams, tær og avkomi tínum við tær; og hann gevi tær land útiseturs tíns til ognar, tað sum Guð gav Ábrahami!? Mós. Síðan sendi Ísakur Jákup avstað; og hann fór til Paddan-Áram, til Lábans Betuelssonar, hins áramaiska, bróður Rebekku, móður Jákups og Esavs. Hós. Men tá ið Esav var varur við, at Ísakur hevði vælsignað Jákup og sent hann til Paddan-Áram at fáa sær konu haðan, eftir at hann hevði vælsignað hann og boðið honum, at hann skuldi ikki taka sær konu av døtrum Kánáans, og at Jákup hevði lýtt faðir sínum og móður og var farin til Paddan-Áram, tá skilti Esav, at døtur Kánáans ikki hóvaðu Ísaki, faðir hansara. Og hann fór tá til Ísmaels og tók sær Máhalat, dóttur Ísmaels Ábrahamssonar, systur Nebajots, til konu umframt hinar konur sínar. Mós. Jákup fór nú frá Beersjebu og helt leið síni til Káran. Mós. Men tá ið hann var komin at halgistaðinum, vildi hann verða har um náttina, av tí at sól var farin til viða; hann tók sær tá ein av steinunum, ið har vóru, og hevði hann til høvdalag og legði seg har at sova. Tá droymdi hann, at hann sá stiga, sum stóð á jørðini og røkk upp til himins; og sí, einglar Guðs gingu upp og niður eftir honum. Mós. Jóh. Men uppi yvir honum stóð Harrin og segði: ?Eg eri Harrin, Guð Ábrahams og Guð Ísaks, faðirs tíns. Landið, tú liggur á, gevi eg tær og avkomi tínum. Mós. Mós. Og avkom títt skal verða eins og dustið á jørð, og tú skalt breiða teg bæði í vestur og eystur, í suður og norður. Og av tær og avkomi tínum skulu allar ættir á fold fáa signing. Mós. Og sí, eg eri við tær og skal varðveita teg allar staðir, hvar ið tú fert, og føra teg aftur í hetta landið; tí at ikki vil eg fara frá tær, men evna alt tað, sum eg havi lovað tær.? Jes. Tá vaknaði hann úr svøvni sínum og mælti: ?Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!? Áps. Og ótti kom á hann, og hann mælti: ?Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!? Mós. Og Jákup reis tíðliga um morgunin, tók steinin, sum hann hevði havt undir høvdinum, og reisti hann sum steinsúlu og helti olju oman yvir hann. Og hann nevndi henda stað Betel áður hevði staðurin itið Luz. Guðs hús. Mós. Tá strongdi Jákup hetta heiti: Verður Guð við mær, og varðveitir hann meg á hesi ferð míni, eg eri á, og gevur mær breyð til matna og klæði at fara í, og eg komi heim aftur í hús faðirs míns í øllum góðum, so skal Harrin vera Guð mín! Og hesin steinur, ið eg havi reist sum steinsúlu, skal vera Guðs hús; og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund. Mós. kapitul Jákup kemur til Káran Hann hittir Rakul fær Leu og Rakul til konur, Fýra synir føðast honum, Síðan helt Jákup áfram ferð síni og kom til land eysturbúgva. Tá sá hann á markini brunn; og sí, har lógu trý fylgi á bóli um hann, tí at úr tí brunni vóru teir vanir at brynna fylgjunum; men yvir brunninum lá stórur steinur. Tá ið fylgini vórðu savnað saman hagar, veltu teir steinin frá brunnmunnanum og bryntu fenaðinum; síðan veltu teir aftur steinin fyri brunnmunnan á stað sín. Jákup spurdi teir tá: ?Hvaðan eru tit, brøður?? Teir svaraðu: ?Vit eru úr Káran.? Hann spurdi teir aftur: ?Kenna tit Lában Nákorsson?? Teir svaraðu: ?Ja, hann kenna vit væl.? Mós. Hann spurdi tá: ?Vignast honum væl?? Teir svaraðu: ?Ja, honum vignast væl; og sí, har kemur Rakul, dóttir hansara, við seyðafylginum.? Tá mælti hann: ?Tað er jú alljósur dagur enn og ov tíðliga til at reka fenaðin saman; brynnið smalunum og farið aftur á bit við teimum!? Teir svaraðu: ?Tað fáa vit ikki gjørt, fyrr enn allir hirðarnir eru samankomnir; tá velta teir steinin frá brunnmunnanum, og tá brynna vit fenaðinum.? Meðan hann enn var á máli við teir, kom Rakul við smalunum, ið faðir hennara átti, og sum hon goymdi at. Men so skjótt sum Jákup sá Rakul, dóttur Lábans, móðurbróður síns, og smalur hansara, fór hann og velti steinin frá brunnmunnanum og brynti smalum Lábans, móðurbróður síns. Mós. Og Jákup kysti Rakul og skar í grát. Síðan segði Jákup frá, at hann var skyldmaður faðirs hennara, og at hann var sonur Rebekku. Tá rann hon heim at siga hetta fyri faðir sínum. Men so skjótt sum Lában hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum, og hann fevndi hann og myntist við hann og leiddi hann heim í hús sítt. Síðan segði Jákup Lábani frá øllum, sum tilborist hevði. Tá segði Lában við hann: ?Ja, tú ert hold mítt og bein!? Men tá ið hann hevði verið heilan mánað hjá honum, Dóm. segði Lában við Jákup: ?Eigur tú at tæna hjá mær fyri einki, vegna tess at tú ert frændi mín? Nei, sig mær, hvat tú vilt hava í løn!? Nú átti Lában tvær døtur; hin eldra æt Lea og hin yngra Rakul. Lea hevði ring eygu; men Rakul var bæði væl vaksin og fríð í ásjón. Mós. Jákup elskaði Rakul; og hann segði: ?Eg vil tæna tær í sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína.? Lában svaraði: ?Heldur gevi eg tær hana enn fremmandum manni; verð tú bert verandi hjá mær.? Jákup tænti nú fyri Rakul í sjey ár; men tey vóru honum bert eins og nakrir dagar; tí at hann elskaði hana. Hós. Síðan segði Jákup við Lában: ?Gev mær nú konu mína, tí at tænastudagar mínir eru nú lidnir, so at eg má fara inn til hennara!? Tá bjóðaði Lában øllum monnum har á staðnum í veitslu, sum hann læt halda. Um kvøldið tók hann Leu dóttur sína og leiddi hana til hansara; og hann fór inn til hennara. Og Lában gav Leu, dóttur síni, Zilpu, trælkonu sína, sum ternu. Men morgunin eftir, tá ið hann sá, at tað var Lea, segði hann við Lában: ?Hvat er hetta, tú hevur gjørt mær? Havi eg ikki tænt tær fyri Rakul? Hví hevur tú tá teipað meg!? Mós. Men Lában svaraði: ?Ikki er tað siður í okkara landi at gifta ta yngru dóttrina fyrr enn hina eldru. Bíða nú, til brúðarvikan hjá hesari er at enda, so vil eg geva tær eisini hina, um tú tænir hjá mær onnur sjey ár afturat.? Jákup so gjørdi. Tá ið hann hevði hildið brúðarvikuna at enda, gifti hann honum Rakul, dóttur sína. Og Lában gav Rakuli, dóttur síni, trælkonu sína Billu sum ternu. Síðan fór Jákup eisini inn til Rakular; og hann unti Rakul fram um Leu; hann tænti nú hjá Lábani sjey ár afturat. Tá ið Harrin sá, at Lea var forfjónað, læt hann upp móðurlív hennara; men Rakul var óburin. Sám. Lea varð nú við barn og føddi son, og hon nevndi hann Ruben; tí at hon segði: ?Harrin hevur sæð neyð mína; nú man maður mín fara at unna meg.? Síðan varð hon aftur við barn og føddi son; tá segði hon: ?Av tí at Harrin hevur hoyrt, hvussu fjónað eg eri, hevur hann givið mær eisini henda.? Tí nevndi hon hann Símeon. Aftur varð hon við barn og føddi son; tá segði hon: ?Nú man maður mín fara at halda seg aftur at mær, tí at nú havi eg føtt honum tríggjar synir.? Tess vegna nevndi hon hann Levi. Og hon varð uppaftur við barn og føddi son; tá segði hon: ?Aftur skal eg lova Harranum.? Av tí nevndi hon hann Júda. Síðan helt hon uppat at eiga børn. Mós. kapitul Børn Jákups við Billu, við Zilpu, Børn afturat við Leu, Jósef føddur, Eyður Jákups, Tá ið Rakul sá, at hon eingi børn føddi Jákupi, varð hon øvundsjúk inn á systur sína; og hon mælti við Jákup: ?Lat meg fáa børn, tí at annars má eg doyggja!? Tá reiddist Jákup inn á Rakul og segði: ?Eri eg Guð? Tað er jú hann, ið hevur sýtt tær avkom!? Síðan segði hon: ?Her er Billa, terna mín, far inn til hennara, til tess at hon má føða á fang mítt, og eg soleiðis fáa avkom av henni!? Mós. Tá fekk hon honum Billu, ternu sína, til konu; og Jákup fór inn til hennar. Og Billa varð við barn og føddi Jákupi son. Tá segði Rakul: ?Nú hevur Guð veitt mær rætt og bønhoyrt meg og givið mær son!? Av tí nevndi hon hann Dán. Og Billa, terna Rakular, varð við barn á øðrum sinni og føddi Jákupi annan son. Tá segði Rakul: ?Í stríði Guðs havi eg staðið móti systur míni og vunnið!? Tí nevndi hon hann Naftali. Men tá ið Lea sá, at hon hevði hildið uppat at eiga børn, tók hon Zilpu, ternu sína, og fekk Jákupi hana til konu. Og tá ið Zilpa, terna Leu, hevði føtt Jákupi son, segði Lea: ?Nú eri eg eydnurík!? Og hon nevndi hann Gád. Og Zilpa, terna Leu, føddi Jákupi annan son; tá segði Lea: ?Nú eri eg eydnusæl, og eydnusæla munnu konur meg prísa!? Tí nevndi hon hann Ásjer. Eina ferð í hveitiskurðartíð fór Ruben út í bøin; har fann hann nøkur ástarepli, sum hann hevði heim við sær til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: ?Gev mær nøkur av ástareplum sonar tíns!? Hás. Lea svaraði: ?Er tað tær ikki nóg mikið at hava tikið mannin frá mær? Ætlar tú eisini at taka ástarepli sonar míns?? Men Rakul svaraði: ?Aftur fyri ástarepli sonar tíns má hann sova hjá tær í nátt.? Tá ið Jákup um kvøldið kom aftur úr bønum, fór Lea út ímóti honum og segði: ?Tú skalt vera hjá mær í nátt, tí at eg havi keypt teg fyri ástarepli sonar míns.? Ta náttina svav hann hjá henni. Og Guð bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og føddi Jákupi hin fimta sonin. Mós. Tá segði Lea: ?Guð hevur lønt mær aftur fyri, at eg gav manni mínum ternu mína.? Tí nevndi hon hann Issakar. Og Lea varð aftur við barn og føddi Jákupi hin sætta sonin. Tá segði Lea: ?Góða gávu hevur Guð givið mær; nú vil húsbóndi mín búgva hjá mær, tí at eg havi føtt honum seks synir.? Tí nevndi hon hann Zebulon. Seinni føddi hon dóttur og nevndi hana Dinu. Mós. Tá kom Guði Rakul í huga; og Guð bønhoyrdi hana og læt upp móðurlív hennara. Sám. Hon varð tá við barn og føddi son og segði: ?Guð hevur tikið burtur ósømd mína.? Tessvegna nevndi hon hann Jósef, tí at hon segði: ?Guð lati meg enn fáa ein son!? Tá ið Rakul hevði føtt Jósef, mælti Jákup við Lában: ?Loyv mær nú at fara heim aftur í land mítt. Fá mær konur mínar og børn míni, sum eg havi tænt fyri hjá tær, og lat meg fara! Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær!? Mós. Men Lában svaraði honum: ?Mátti eg funnið náði í eygum tínum! Eg havi fingið varhugan av, at Harrin hevur vælsignað meg tín vegna.? Mós. Og hann segði: ?Sig mær, hvat tú vilt hava í løn; og eg skal gjalda tær tað.? Men Jákup segði: ?Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt tær, og hvat ið fenaður tín er vorðin av mínum ávum! Tí lítið átti tú, áður enn eg kom; men nú eigur tú almikið; Harrin hevur vælsignað teg við hvørt fótafet mítt. Og nú, nær ætlar tú, at eg skal gera nakað hjá mær sjálvum?? Men Lában segði: ?Hvat skal eg geva tær?? Jákup svaraði: ?Tú skalt als einki geva mær; men um hetta hóvar tær, tá lat meg framvegis røkta seyðir tínar og gæta teir. So ætli eg í dag at fara um allan fenað tín, og eg vil skilja burtur úr alt tað, sum flekkut og mislitt er; allir teir svørtu seyðirnir og allar tær flekkutu ella mislittu geitirnar skulu vera løn mín. Frá morgindegnum skal sakloysi mítt vitna fyri meg, tá ið tú kemur at kanna tað fylgi, sum skal vera løn mín: alt tað av geitum, ið ikki er flekkut ella mislitt, og alt tað av seyðum, ið ikki er svart, skal teljast at vera stolið av mær.? Lában svaraði: ?Lat tað tá verða eins og tú hevur sagt!? Sama dag skildi Lában teir havrar frá, ið vóru flekkutir og mislittir, og allar flekkutar og mislittar geitir, alt, sum hevði onkran hvítan flekk, og allar svartar seyðir, og fekk sonum sínum tað í varðveitslu. Og hann læt tríggjar dagsferðir vera millum sín og Jákups. Síðan røktaði Jákup tað, ið eftir var av seyðum Lábans. Men Jákup fekk sær grønar greinar av øsp og mandluviði og platánviði; og hann skavaði burtur av greinunum, soleiðis at hvítar rendur komu á tær. Síðan setti hann greinarnar, sum hann hevði skavað burtur av, niður í vatntrogini fyri framman fenaðin, í vatnrennurnar, hagar ið hann kom at drekka; tí at hann paraðist oftast, tá ið hann kom at drekka. Tá ið nú smalurnar paraðust frammi fyri greinunum, fingu tær gjørðut, flekkut og mislitt lomb. Jákup skildi nú lombini frá og læt smalurnar venda høvdinum móti tí flekkuta og øllum tí svarta í fylgi Lábans. Soleiðis vann hann sær sjálvum fæflokkar; men læt teir ikki koma saman við Lábans. Og hvørja ferð tað vóru valadjór, ið paraðust, setti Jákup greinarnar í vatntrogini framman fyri tey, til tess at tey skuldu parast frammi fyri greinunum. Men tá ið tað vóru óvandadjórini, setti hann ikki greinarnar framman fyri tey. Soleiðis fekk Lában tey ringu djórini, men Jákup tey góðu. Á henda hátt varð maðurin ovurríkur og fekk miklar fæflokkar, trælkvendi og trælir, kamelar og asnar. kapitul Jákup flýggjar burtur, Hann ger sáttmála við Lában, Men tá hoyrdi Jákup synir Lábans siga: ?Jákup hevur tikið alt, sum faðir okkara eigur; av ognum faðirs várs hevur hann vunnið sær allan hendan eyð.? Jákup sá eisini á yvirbragdi Lábans, at hann ikki var hin sami, sum hann hevði verið. Mós. Tá segði Harrin við Jákup: ?Far heim aftur í land fedra tína til ættarfólk títt; eg skal vera við tær!? Tá sendi Jákup boð eftir Rakuli og Leu um at koma út í hagan, har sum fæflokkur hansara var. Og hann segði við tær: ?Eg síggi á yvirbragdi faðirs tykkara, at hann ikki er hin sami móti mær sum áður, av tí at Guð faðirs míns hevur verið við mær. Men tit vita sjálvar, hvussu eg havi tænt faðir tykkara av øllum alvi mínum. Men faðir tykkara hevur svikið meg og tíggju ferðir broytt løn mína; men Guð loyvdi honum ikki at meina meg. Segði hann, at øll tey flekkutu djórini skuldu vera mín løn, tá fekk allur fæflokkurin flekkut avkom; og segði hann, at tey gjørðutu djórini skuldu vera mín løn, tá fekk allur fæflokkurin gjørðut avkom. Mós. Soleiðis hevur Guð tikið fenaðin frá faðir tykkara og givið mær hann. Og einaferð í brundtíðini droymdi meg, at eg leit meg um og varð varur við, at kalldjórini, sum brundaðu, vóru gjørðut, flekkut og mislitt; og eingil Harrans segði við meg í dreymi: ?Jákup!? Og eg svaraði: ?Her eri eg.? Tá mælti hann: ?Hav upp eygu tíni og sí, hvussu øll kalldjórini, sum brunda, eru gjørðut, flekkut og mislitt! Tí eg havi sæð alt, sum Lában hevur gjørt tær. Eg eri hin Guð, ið birtist fyri tær í Betel, har sum tú salvaði steinsúluna og strongdi mær heiti; nú skalt tú fara úr hesum landi og flyta heim aftur í føðiland títt.? Mós. Tá tóku Rakul og Lea til orða og søgdu við hann: ?Hvønn lut ella arv hava vit longur í húsi faðirs okkara? Telur hann okkum ikki sum fremmandar, tá ið hann selur okkum, og sjálvur etur upp tað, sum hann hevur fingið fyri okkum? Heldur eiga vit og børn okkara allan tann eyð, sum Guð hevur tikið frá faðir okkara. Og ger tú í øllum, eins og Guð býður tær.? Tá fór Jákup og setti børn síni og konur sínar upp á kamelarnar og hevði við sær allan fenað sín og allar tær ognir, sum hann hevði vunnið sær, tann fenað, sum hann átti og hevði vunnið sær í Paddan-Áram. Síðan helt hann ferðini heim til Ísaks, faðirs síns, í Kánáanlandi. Men meðan Lában var á várfjalli, stjól Rakul húsgudin hjá faðir sínum. Dóm. Sám. Og Jákup lumpaði Lában, hin áramaiska, við at dylja fyri honum, at hann ætlaði sær at rýma. Og hann rýmdi við øllum, ið hann átti, helt avstað yvir um ánna og stevndi ímóti Gileads fjøllum. Eufrat. Tá ið Lában triðja dagin eftir frætti, at Jákup var rýmdur, tók hann við sær frændur sínar og helt aftan á hann í sjey dagar og fekk hann aftur á Gileads fjøllum. Men tá kom Guð til Lábans í dreymum á nátt og segði við hann: ?Vara teg fyri at mæla eitt tað einasta illa orð við Jákup!? Mós. Lában fekk nú Jákup aftur. Jákup hevði sett síni tjøld á fjallinum, meðan Lában við frændum sínum hevði sett tjøld síni á Gileads fjøllum. Tá mælti Lában við Jákup: ?Hvat er hetta, tú hevur gjørt? Meg hevur tú lumpað og ert farin við døtrum mínum, eins og tær vóru hertiknar! Hví rýmdi tú loyniliga og sveik meg og lætst meg ikki vita av, so at eg kundi fylgt tær á veg við fagnaði, við songi, glymskálum og søltrum? Illa hevur tú gjørt ikki at lata meg kyssa synir og døtur mínar! Eg havi vald at meina teg; men Guð fedra tykkara segði við meg í nátt: Vara teg fyri at mæla við Jákup eitt tað einasta illa orð! Vissuliga rýmdi tú, av tí at tær langtaði heim aftur til hús faðirs tíns; men hví stjólst tú tá gud mín?? Tá svaraði Jákup og segði við Lában: ?Eg óttaðist, tí at eg hugsaði, at tú fórt at taka døtur tínar aftur frá mær. Men tann, sum tú finnur húsgud tín hjá, skal láta lív; leita nú í hjástøðu frænda vára og tak tær tað, sum tú finnur av tínum her hjá mær!? Men Jákup visti ikki, at Rakul hevði stolið hann. Lában fór tá inn í tjaldið hjá Jákupi og inn í tjaldið hjá Leu og báðum ternunum, men einki hann fann; síðan gekk hann út aftur úr tjaldi Leu og inn í tjald Rakular. Men Rakul hevði tikið húsgudin og lagt hann í kamelsaðilin og sett seg oman á hann. Tá ið Lában nú hevði leitað vandaliga um alt tjaldið og einki funnið, segði hon við faðir sín: ?Harri mín má ikki ilskast inn á meg, at eg ikki kann rísa fyri tygum; tí at mær fer á konu vísi.? Síðan leitaði hann, men fann ongan húsgud. Mós. Tá kom øði í Jákup, og hann hevði harðliga at Lábani og segði við hann: ?Hvat havi eg brotið, og hvat er synd mín, at tú eltir meg so? Tú hevur leitað vandaliga í øllum viðføri mínum; og hvat hevur tú so funnið av øllum búlutum tínum? Legg tað her frammi fyri frændum mínum og frændum tínum; og dømi teir okkara millum! Í tjúgu ár havi eg nú verið hjá tær, og ær og geitir tínar hava ikki kastað burtur, og veðrarnar í fylgi tínum havi eg ikki etið; tað sundurskrædda bar eg tær ikki, men endurgalt sjálvur; av míni hond kravdi tú bæði tað, sum varð stolið á degi, og tað, sum varð stolið á nátt; Mós. um dagin tærdi hitin meg, um náttina kuldin, og eygu míni fingu ikki blund. Eg havi nú verið í húsi tínum í tjúgu ár; fjúrtan ár havi eg tænt fyri báðar døtur tínar, seks ár fyri fæflokkar tínar; og tíggju ferðir hevur tú broytt løn mína. Hevði ikki Guð faðirs míns, Ábrahams Guð og Ísaks ræðsla, hjálpt mær, tá mundi tú sent meg tómhentan burtur; men Guð hevur sæð eymd mína og møði, og í nátt hevur hann veitt mær rætt!? Mós. Tá svaraði Lában og segði við Jákup: ?Døturnar eru mínar, synirnir eru mínir, og fæflokkarnir eru mínir, og alt, sum tú sært, er mítt; men hvat skuldi eg í dag gjørt hesum døtrum og børnum teirra, ið tær hava alt? Kom tí nú og latum okkum gera sáttmála millum mín og tín, ið skal vera vitni okkara millum!? Tá tók Jákup stein og setti hann upp sum steinsúlu; og Jákup segði við frændur sínar: ?Hentið steinar saman!? og teir tóku steinar og bygdu grótheyggj; síðan fingu teir sær mat á grótheygnum. Lában nevndi hann Jegar-Sáhaduta men Jákup nevndi hann Gáled bæði orðini: vitnisheyggjur. Tá mælti Lában: ?Hesin grótheyggjur skal í dag vera vitni millum mín og tín.? Tí nevndi hann hann Gáled og eisini Mizpa tí hann segði: ?Harrin skal eygleiða okkum, tá ið vit nú fara hvør frá øðrum. varðstaður. Men fert tú illa við døtrum mínum og tekur tær konur umframt døtur mínar, tá skalt tú vita: tó at eingin er hjástaddur, er Guð tó vitni millum mín og tín!? Og Lában segði við Jákup: ?Sí henda grótheyggj og hesa steinsúlu, sum eg havi reist millum mín og tín - hesin grótheyggjur skal vera vitni, og henda steinsúla váttur tess, at hvørki skal eg fara yvir um henda grótheyggj til tín, og ei heldur tú koma yvir um hann til mín við illum í huga. Guð Ábrahams og Guð Nákors, Guð faðirs teirra, dømi okkara millum!? Tá svór Jákup við ræðslu Ísaks, faðirs síns. Síðan slátraði Jákup offurdjór á fjallinum og beyð frændum sínum til máltíðar; og teir fingu sær mat og vórðu á fjallinum um náttina. kapitul Jákup og Lában skiljast, Jákup í Máhanáim, Ótti Jákups fyri Esavi, Bøn Jákups og glíma hans við Guð, Morgunin eftir var Lában tíðliga uppi, kysti synir sínar og døtur, vælsignaði tey og helt so ferðini heim aftur til sín sjálvs. Og eisini Jákup fór leið sína, men honum møttu einglar Guðs; og tá ið Jákup sá teir, segði hann: ?Her eru herbúðir Guðs!? og hann nevndi tann staðin Máhanáim tvey herlið. Jákup sendi nú ørindrekar undan sær til Esavs, bróður síns, í Se'irs landi á Edóms vøllum. Og hann beyð teimum og segði: ?Soleiðis skulu tit siga við harra mín Esav: So sigur Jákup, trælur tín: Hjá Lábani havi eg dvalt í útisetri alt at hesum degi; eg havi savnað mær neyt og asnar, smalur, trælir og trælkvendi; nú sendi eg harra mínum boð um hetta, til tess at eg kann finna náði í eygum tínum.? Men ørindrekarnir komu aftur til Jákups og søgdu: ?Vit komu til Esavs, bróður tíns, eisini hann er á veg móti tær og fýra hundrað mans við honum.? Tá varð Jákup ógvuliga ræddur, og í neyð síni skipaði hann fólkið, sum við honum var, og smalur, stórdýr og kamelar sundur í tveir flokkar; tí hann hugsaði sum so: Um Esav kemur fram á annan flokkin og týnir hann, so kann hin flokkurin komast undan. Síðan bað Jákup: ?Guð Ábrahams og Guð Ísaks, fedra mína, tú Harri, ið segði við meg: Far heim aftur í land títt til ættarfólk títt, so skal eg gera væl við teg. Eg eri ikki verðigur alla ta miskunn og alla ta trúfesti, ið tú hevur sýnt ímóti tænara tínum; tí at við stavi mínum eina fór eg yvir um Jórdan har, og nú eri eg vorðin at tveimum flokkum. Bjarga mær nú úr hondum bróður míns, úr hondum Esavs, tí at eg beri miklan ótta fyri, at hann kemur at drepa bæði meg og móður við børnum. Men tú hevur sjálvur sagt, at tú vilt gera væl við meg, og lata avkom mítt verða eins og sandin við sævarstrond, ið er so nógvur, at eingin fær talt hann!? Mós. Hann varð nú har ta náttina. Síðan tók hann av tí, sum hann átti, gávu til Esavs, bróður síns, tvey hundrað geitir, tjúgu havrar, tvey hundrað ær, tjúgu veðrar, tríati kamelryssur við fylum sínum, fjøruti kýr og tíggju tarvar, tjúgu øsnur og tíggju asnafolar. Og hann fekk tænarum sínum fæflokkarnar hvønn sær og segði við tænarar sínar: ?Farið undan mær og latið eitt bil vera millum fæflokkanna!? Og hann beyð tí fyrsta og segði: ?Tá ið Esav, bróðir mín, møtir tær og spyr teg: Hvør maður ert tú, og hvar ætlar tú at fara, og hvør eigur hesi, sum tú rekur undan tær? Tá skalt tú svara: Jákup, trælur tín, eigur tað; hetta er gáva, sum hann sendir Esavi, harra sínum, og sí, hann kemur her sjálvur aftan á okkum.? Og hann beyð hinum øðrum og hinum triðja og øllum, ið róku fæflokkarnar, og segði: ?Hetta sama skulu tit siga við Esav, tá ið tit hitta hann: Jákup trælur tín, kemur her aftan á okkum?. Tí at hann hugsaði sum so: ?Eg vil blíðka hann við hesari gávu, sum fer undan mær; síðan gangi eg fram til hansara; kanska hann tá fagnar mær!? Teir fóru nú undan við gávuni; men sjálvur var hann eftir í herbúðunum um náttina. Somu nátt fór hann upp, tók báðar konur sínar og báðar trælkonur sínar og ellivu børn síni og helt yvir um Jabboks vað. Og hann tók tey og flutti tey yvir um ánna, og somuleiðis flutti hann alt, sum hann átti, yvirum. Men sjálvur varð Jákup eftir eina. Tá tók maður at berjast við hann, alt til dagur tók at lýsa. Hós. Og tá ið hann sá, at hann ikki kundi fella hann, sló hann hann á mjødnina; og mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við hann. Tá segði hann við hann: ?Slepp mær, tí at nú lýsir fyri degi!? Men hann svaraði: ?Eg sleppi tær ikki, fyrr enn tú vælsignar meg!? Tá mælti hann við hann: ?Hvat er navn títt?? Hann svaraði: ?Jákup.? Tá segði hann: ?Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!? Mós. Tá mælti Jákup og segði: ?Sig mær navn títt.? Men hann svaraði: ?Hví spyrt tú meg um navn mítt?? Og hann vælsignaði hann har. Dóm. Jákup nevndi henda stað Pnuel tí hann segði: ?Eg havi sæð Guð andlit til andlits og slapp tó undan við lívinum.? andlit Guðs. Mós. Og sólin reis í somu stund, sum hann fór fram við Pnuel; men tá var hann lamin í mjødnini. Tí eta Ísraelsmenn enn í dag ikki mjadnarsinuna, av tí at hann sló Jákup á mjødnina, har sum mjadnarsinan er. kapitul Jákup og Esav hittast, Jákup í Sikem, Tá ið nú Jákup hevjaði upp eygu síni og leit seg um, sá hann Esav koma við fýra hundrað monnum; tá skifti hann børnini sundur millum Leu og Rakul og báðar trælkonurnar, og læt trælkonurnar við børnum sínum vera fremstar, síðan Leu við børnum sínum og Rakul við Jósefi aftast. Men sjálvur fór hann undan teimum og lútaði sjey ferðir til jarðar, alt til hann kom til bróður síns. Men tá kom Esav rennandi ímóti honum; og hann hálsfevndi og kysti hann, og teir grótu. Og tá ið hann hugdi upp og sá konurnar og børnini, spurdi hann: ?Hvørji eru hasi, sum eru við tær?? Hann svaraði: ?Hatta eru tey børn, ið Guð náðiliga hevur givið tænara tínum.? Sl. Fram gingu tá trælkonurnar við børnum sínum og lútaðu til jarðar. Aftan á tær gekk Lea fram og børn hennara og lútaðu til jarðar; síðan komu Jósef og Rakul og lútaðu til jarðar. Tá spurdi hann: ?Hvat ætlaði tú við øllum hesum flokki, sum eg kom fram á?? Hann svaraði: ?Finna náði í eygum harra míns.? Tá mælti Esav: ?Eg eigi nóg mikið, bróðir mín; hav tú sjálvur tað, sum tú eigur!? Men Jákup svaraði: ?Nei, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá tak við hesi gávu av míni hond; tí tá ið eg sá andlit títt, var tað, eins og eg sá ásjón Guðs; og tú hevur jú fagnað mær væl! Sám. Tak nú við hesari signing, ið tær verður borin, tí at Guð hevur verið mær náðigur, og eg havi almikið av øllum!? Soleiðis strongdi hann á hann, so at hann tók við gávuni. Tá mælti Esav: ?Latum okkum nú fara til gongu; eg skal fylgja tær!? Men Jákup svaraði: ?Tú sært jú, harri mín, at børnini eru ússalig, og at eg havi ær við lombum og kýr við kálvum at ansa eftir; koyri eg bert ein dag ov hart á, ferst allur fenaðurin. Far tú, harri mín, undan træli tínum; so komi eg aftaná, so hóvliga sum fenaðurin orkar at ganga, og børnini orka at fylgja við, til eg komi til harra mín í Se'ir!? Tá mælti Esav: ?So vil eg, í hvussu er, lata nakrar av monnum mínum vera eftir hjá tær!? Men hann svaraði: ?Hví tá? Eg havi jú funnið náði í eygum harra míns!? Síðan fór Esav sama dag leið sína aftur til Se'ir. Og Jákup helt fram og kom til Sukkot har bygdi hann sær hús; og fenaðinum gjørdi hann leyvskálar; tí eitur staðurin Sukkot. leyvskálar. Og Jákup kom á ferð síni úr Paddan-Áram í øllum góðum til Sikemborgar í Kánáanlandi; og hann setti tjaldbúðir sínar eystan fyri borgina. Og ta jørðina, sum hann hevði sett tjaldbúðir sínar á, keypti hann frá sonum Hámors, faðirs Sikems, fyri hundrað kesitar. Jós. Áps. Og hann reisti har altar og nevndi tað: ?Guð, Ísraels Guð.? kapitul Dina og Sikem. Dina, dóttir Leu, sum hon hevði føtt Jákupi, fór einaferð út at hyggja at døtrum landsins. Men tá ið Sikem, sonur Hámors Hivita, høvdinga landsins, sá hana, tók hann hana, legðist hjá henni og misbeyð henni. Men hann hevði lagt miklar ástir við Dinu, dóttur Jákups, og varð vorðin góður við gentuna og talaði blídliga til hennara. Og Sikem mælti við Hámor, faðir sín og segði: ?Fá mær hasa gentuna til konu!? Jákup hevði frætt, at hann hevði misboðið Dinu, dóttur síni; men av tí at synir hansara vóru úti í haganum við fenaði hansara, helt hann seg kvirran, til teir komu heim aftur. Tá fór Hámor, faðir Sikems, út til Jákups til tess at tala við hann. Men tá ið synir Jákups komu aftur úr haganum og hoyrdu um henda tilburð, vórðu teir illa við, og tendraðist vreiði teirra, av tí at hann hevði framt tílíka ósømd í Ísrael: at leggjast hjá dóttur Jákups tílíkt, ið ikki eigur at verða gjørt. Mós. Tá talaði Hámor við teir og segði: ?Sikem, sonur mín, hevur lagt miklar ástir við dóttur tykkara; gevið tit honum hana til konu og bindið mágskap við okkum; giftið okkum døtur tykkara og takið tykkum døtur okkara; takið upp bústað hjá okkum, og landið skal standa tykkum í boði; setist her niður og farið um landið og vinnið tykkum ognir!? Og Sikem segði við faðir hennara og brøður: ?Gævi eg mátti funnið náði í eygum tykkara! Alt, sum tit krevja, vil eg greiða. Leggið á meg brúðargjald og brúðargávur so nógv, sum tit vilja; eg skal greiða tað, sum tit krevja, bert tit geva mær gentuna til konu!? Men synir Jákups svaraðu Sikemi og Hámori, faðir hansara, við falsi, av tí at hann hevði misboðið Dinu, systur teirra; og teir søgdu við teir: ?Vit mega ikki gera hetta at gifta systur okkara við óumskornum manni, tí at tað er okkum ósømd. Einans við hesum kostum vilja vit gera tykkum til vildar, at tit verða eins og vit, við tað at alt kallkyn hjá tykkum verður umskorið. Tá skulu vit gifta tykkum døtur okkara og taka okkum døtur tykkara og búgva hjá tykkum, so at vit verða ein tjóð. Men vilja tit ikki fara eftir orðum okkara, at lata tykkum umskera, so taka vit dóttur okkara og fara leið okkara!? Orð teirra hóvaðu Hámori og Sikemi, syni Hámors. Og sonurin drálaði ikki við at gera hetta, tí at hann elskaði dóttur Jákups; og hann var mætastur maður í ætt síni. Tá gingu Hámor og Sikem, sonur hansara í borgarliðið og talaðu við borgarmenn sínar og søgdu: ?Hesir menn vilja okkum frið; latið teir taka upp bústað í landinum og ferðast um tað eftir vild; tí sí, landið er nóg rúmsátt fyri teir; vit skulu taka døtur teirra til konur og gifta teimum døtur okkara. Tó vilja hesir menn einans við teimum kostum gera okkum til vildar at búgva okkara millum, so at vit verða ein tjóð, at alt kallkyn hjá okkum verður umskorið, eins og teir sjálvir eru umskornir. Fæflokkar teirra, ognir og allur fenaður, verður tað ikki alt okkara? Latum okkum gera teimum til vildar, so at teir setast niður her hjá okkum!? Teir fóru nú eftir orðum Hámors og Sikems, sonar hans, allir, ið gingu um borgarlið hans; og alt kallkyn varð umskorið, allir, ið gingu um borgarlið hans. Men triðja dagin, meðan teir enn vóru sjúkir av sárum, tóku báðir synir Jákups, Símeon og Levi, brøður Dinu, hvør sítt svørð og gingu inn í borgina, har eingin grunaði ilt, og drópu alt kallkyn; og Hámor og Sikem, son hansara, vógu teir við svørði, tóku Dinu út úr húsi Sikems og fóru leið sína. Og synir Jákups løgdust á teir vignu og rændu borgina, aftur fyri at teir høvdu misboðið systur teirra. Og seyðir, neyt og asnar teirra, bæði tað, sum var í borgini og í haganum, tóku teir við sær. Og allan eyð teirra, øll børn og allar konur tóku teir sum herfang og rændu alt, sum var í hvørjum húsi. Tá segði Jákup við Símeon og Levi: ?Tit hava leitt ógævu yvir meg við at gera meg hataðan av landsins íbúgvum, Kánáanitum og Perezitum; nú, tá ið eg eri fámentur, munnu teir fara at leggjast á meg og oyða bæði meg og hús mítt!? Men teir svaraðu: ?Átti hann tá at fara við systur okkara eins og við skøkju?? kapitul Jákup í Betel, Føðing Benjamins, deyði Rakular, Skemdargerð Rubens, Synir Jákups, Jákup í Hebron, Ísakur doyr, Tá segði Guð við Jákup: ?Statt upp og far niðan til Betel og búgv har og reis har altar fyri Guði, sum birtist fyri tær, tá ið tú flýddi undan Esavi, bróður tínum!? Mós. Jákup segði nú við húsfólk sítt og øll, ið við honum vóru: ?Tveitið burtur hinar fremmandu gudar, sum tit hava hjá tykkum, og reinsið tykkum og latist í onnur klæði! Mós. Jós. Sám. Vær skulum fara niðan til Betel; har vil eg reisa altar fyri Guði, sum bønhoyrdi meg á ógævustund míni og var við mær í ferðini, sum eg havi farið!? Tá fingu teir Jákupi allar hinar fremmandu gudarnar, ið teir høvdu við sær, og somuleiðis ringarnar, sum teir høvdu í oyrum sínum; og Jákup gróv tað niður undir eikini, sum er við Sikem. Síðan fóru teir haðan; og ræðsla frá Guði var yvir øllum bygdunum har um leið, so at eingin elti synir Jákups. Krýn. Jákup kom tá við øllum fólki sínum til Luz í Kánáanlandi, tað er Betel. Og har reisti hann altar og nevndi staðin Betels Guð, tí at har hevði Guð birtst fyri honum, tá ið hann flýddi undan bróður sínum. Har andaðist Debora, fostra Rebekku, og varð jarðað niðanvert við Betel undir eikini, sum tí eitur gráteikin. Mós. Og Guð birtist aftur fyri Jákupi á heimferð hans úr Paddan-Áram og vælsignaði hann. Og Guð segði við hann: ?Navn títt er Jákup; tó skalt tú ikki longur eita Jákup; men Ísrael skal navn títt vera.? Og hann nevndi hann Ísrael. Mós. Tá segði Guð við hann: ?Eg eri Guð hin alvaldi; verð gróðrarmikil og fjølmentur! Tjóð, ja mangar tjóðir skulu koma av tær; og kongar ganga út úr lendum tínum! Mós. Landið, sum eg gav Ábrahami og Ísaki, gevi eg tær; og avkomi tínum eftir teg man eg geva landið.? Mós. Síðan fór Guð upp frá honum, har sum hann hevði talað við hann. Og Jákup reisti steinsúlu har á staðnum, sum hann hevði talað við hann, merkisstein, og droypti droypioffur yvir hann og úthelti yvir hann olju. Og Jákup nevndi staðin, har ið Guð hevði talað við hann, Betel. Mós. Seinnameiri fluttu teir frá Betel, og tá ið teir høvdu stutt eftir til Efrat, komu verkir á Rakul, og barnsótt hennara var mikil.? Men tá ið barnverkir hennara vóru sum harðast, segði nærkonan við hana: ?Óttast ikki, tí eisini nú hevur tú fingið son!? Og meðan tað stóð um lívið hjá henni tí hon doyði tá nevndi hon hann Benoni men faðir hansara nevndi hann Benjamin pínslusonur. eydnusonur. Og Rakul andaðist og varð jarðað við vegin til Efrat, tað er Betlehem. Og Jákup reisti minnisvarða á leiði hennara; tað er gravarsteinur Rakular, ið stendur har enn í dag. Síðan helt Ísrael fram ferðini og setti upp tjaldbúðir sínar handan Migdal-Eder. Men meðan Ísrael búði í tí bygdarlagnum har, fór Ruben og legðist hjá Billu, hjákonu faðirs síns; og Ísrael fekk fregn um tað. Jákup átti tólv synir. Mós. Synir Leu vóru: Ruben, frumgitni sonur Jákups, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon. Synir Rakular vóru: Jósef og Benjamin. Synir Billu, trælkonu Rakular, vóru: Dán og Naftali. Synir Zilpu, trælkonu Leu, vóru: Gád og Ásjer. Hesir vóru synir Jákups, ið føddust honum í Paddan-Áram. Síðan kom Jákup til Ísaks, faðirs síns, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu dvalst í útisetri. Ævidagar Ísaks vóru eitt hundrað og áttati ár. Síðan andaðist Ísakur og doyði og savnaðist hjá frændum sínum, gamal og mettur av døgum. Synir hansara Esav og Jákup jarðaðu hann. Mós. kapitul Eftirkomarar Esavs. Hetta er ættartal Esavs, tað er Edóms. Mós. Esav tók sær konur av døtrum Kánáanita: Adu, dóttur Elons Hetita og Ohólibámu, dóttur Ána, sonar Zibeons Hivita, Mós. og Básemat, dóttur Ísmaels, systur Nebajots. Mós. Ada føddi Esavi Elifaz, og Básemat føddi Reuel. Og Ohólibáma føddi Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru synir Esavs, ið føddust honum í Kánáanlandi. Síðan tók Esav konur sínar, synir og døtur og alt húski sítt og allan fenað sín og allar ognir sínar, sum honum høvdu ognast í Kánáanlandi, og fór burtur frá Jákupi, bróður sínum, í Se'irs land; tí at ognir teirra vóru so nógvar, at teir kundu ikki búgva saman; landið har teir búðu í útisetri, kundi ikki rúma teimum, so miklir vóru fæflokkar teirra. Mós. Esav búsettist á Se'irs fjøllum; men Esav tað er Edóm. Hetta er ættartal Esavs, ættarfaðirs Edómita á Se'irs fjøllum. Hesi vóru nøvnini á sonum Esavs: Elifaz, sonur Adu, konu Esavs, og Reuel, sonur Básemat, konu Esavs. Men synir Elifaz vóru Teman, Ómar, Zefo, Gátam og Kenaz. Timna var hjákona Elifaz, sonar Esavs; og hon føddi Elifazi Ámalek; hesir vóru synir Adu, konu Esavs. Hesir vóru synir Reuels: Náhat, Zera, Sjamma og Mizza; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs. Og hesir vóru synir Ohólibámu, dóttur Ána Zibeonssonar, konu Esavs; hon føddi Esavi: Jeusj, Jálam og Kóra. Hesir vóru ættarhøvdingar hjá sonum Esavs: Synir Elifaz, hins frumgitna sonar Esavs: Høvdingarnir Teman, Ómar, Zefo, Kenaz, Kóra, Gátam og Ámalek. Hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Elifazi í Edóms landi; hesir vóru synir Adu. Hesir vóru synir Reuels Esavssonar, høvdingarnir Náhat, Zera, Sjamma, Mizza; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Reuel í Edóms landi; hesir vóru synir Básemat, konu Esavs. Og hesir vóru synir Ohólibámu, konu Esavs: Høvdingarnir Jeusj, Jálam og Kóra; hesir vóru teir høvdingar, ið komnir vóru av Ohólibámu, dóttur Ána, konu Esavs. Hesir vóru synir Esavs; og hesir vóru ættarhøvdingar teirra; hetta var Edóm. Hesir vóru synir Se'irs, Hórita, frumbúgvar landsins: Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána, Disjon, Ezer og Disjan; hesir vóru ættarhøvdingar Hórits, synir Se'irs í Edóms landi. Synir Lótans vóru Hóri og Heman; og systir Lótans var Timna. Hesir vóru synir Sjóbals: Alvan, Mánahat, Ebal, Sjefo og Ónam. Hesir vóru synir Zibeons: Ajja og Ána; tað var tann Ána, sum fann heitar keldur í oyðimørkini, tá ið hann goymdi at asnum Zibeons, faðirs síns. Hesi vóru børn Ána: Disjon og Ohólibáma, dóttir Ána. Hesir vóru synir Disjons Hemdan, Esjban, Jitran og Keran. Hesir vóru synir Ezers: Bilhan, Záavan og Ákan. Hesir vóru synir Disjans: Uz og Áran. Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna: Høvdingarnir Lótan, Sjóbal, Zibeon, Ána, Disjon, Ezer og Disjan. Hesir vóru ættarhøvdingar Hóritanna eftir ættarkynjum teirra í Se'irs landi. Hesir vóru teir kongar, sum ríktu í Edóms landi, áður enn Ísraelsmenn høvdu kongar: Bela, sonur Beors, var kongur í Edóm, og borg hansara æt Dinhába. Og tá ið Bela doyði, tók Jóbab Zerason frá Bozra ríki eftir hann. Tá ið Jóbab doyði, tók Húsjam úr landi Temanita ríki eftir hann. Tá ið Húsjam doyði, tók Hádad Bedadsson ríki eftir hann; hann vá Midianitar á Móabs vøllum; borg hansara æt Ávit. Tá ið Hádad doyði, tók Samla frá Masreka ríki eftir hann. Tá ið Samla doyði, tók Sjául úr Rehobot við ánna ríki eftir hann. Tá ið Sjául doyði, tók Báal-Hánan Akborsson ríki eftir hann. Og tá ið Báal-Hánan Akborsson doyði, tók Hádar ríki eftir hann; borg hansara æt Páu; og kona hansara æt Mehetabel, dóttir Matredar, dóttur Mezáhabs. Hesi vóru nøvn ættarhøvdinga Esavs eftir ættargreinum teirra, bústøðum og nøvnum: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet, Ohólibáma, Ela, Pinon, Kenaz, Teman, Mibzar, Magdiel og Íram. Hesir vóru ættarhøvdingar Edómita eftir bústøðum teirra í tí landi, sum teimum hevði ognast. Hesin Esav var ættarfaðir Edómita. kapitul Dreymur Jósefs, Jósef seldur, Jákup varð nú búgvandi í útlegdarlandi faðirs síns, í Kánáanlandi. Og hetta er ættarsøga Jákups: Tá ið Jósef var seytjan ára gamal, goymdi hann at smalum saman við brøðrum sínum; og sum smádrongur var hann saman við sonum Billu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara; Jósef bar faðir sínum boð um tað ringa orð, sum teir høvdu á sær. Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellisonur hans; og hann læt gera honum síðan ermakyrtil. Men tá ið brøður hansara sóu, at faðir teirra unti hann fram um allar synir sínar, løgdu teir hatur á hann og vildu ikki tala blídliga við hann. Áps. Og Jósef droymdi dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum; tá hataðu teir hann uppaftur meira. Og hann segði við teir: ?Hoyrið nú henda dreym, sum meg hevur droymt! Sí, vit fingust við at binda bundi úti á akrinum, og sí, tá reis bundi mítt og stóð beint upp; men bundi tykkara stóðu kringum og lútaðu mínum bundi.? Tá søgdu brøður hansara við hann: ?Ætlar tú tær at vera kongur yvir okkum og valda okkum?? Og teir hataðu hann uppaftur meira vegna dreymar hans og orð. Og hann droymdi aftur dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum og segði: ?Meg hevur aftur droymt ein dreym, og sí, sólin og mánin og ellivu stjørnur lútaðu mær!? Men tá ið hann segði hetta fyri faðir sínum og brøðrum sínum, hevði faðir hansara at honum og segði við hann: ?Hvat eru hetta fyri dreymar, teg hevur droymt? Munnu veruliga eg og móðir tín og brøður tínir koma at lúta tær til jarðar?? Og brøður hansara øvundaðu hann; men faðir hansara munaði hetta. Luk. Einaferð tá ið brøður hansara vóru burtur í haga um Sikemleiðina, mælti Ísrael við Jósef: ?Munnu ikki brøður tínir vera burtur í haga um Sikemleiðina? Kom, eg ætli at senda teg til teirra!? Og hann svaraði: ?Her eri eg.? Tá segði hann við hann: ?Far og vita, hvussu brøðrum tínum og fenaðinum vignast, og ber mær boð aftur.? Síðan sendi hann hann frá Hebrons dali, og hann kom til Sikem. Men meðan hann nú reikaði um á viðavangi, kom maður fram á hann; og hann spurdi hann: ?Hvørjum leitar tú eftir?? Hann svaraði: ?Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fæflokkum sínum.? Maðurin svaraði: ?Teir eru farnir hiðan; tí at eg hoyrdi teir siga: Latum okkum fara til Dótans.? Síðan fór Jósef aftan á brøður sínar og hitti teir í Dótan. Men teir sóu hann langt burturi; og áðrenn hann var komin til teirra, ráddust teir um at taka hann av lívi og søgdu hvør við annan: ?Hygg, har kemur hasin droymarin! Latum okkum nú drepa hann og blaka hann í ein av brunnunum; vit kunnu tá siga, at eitthvørt villdjór hevur etið hann; so fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hans.? Men tá ið Ruben hoyrdi hetta, vildi hann bjarga honum úr hondum teirra og segði: ?Latum okkum ikki taka hann av lívi!? Mós. Og Ruben segði við teir: ?Úthellið ikki blóð; kastið hann heldur í henda brunnin her í oyðimørkini og leggið ikki hond á hann!? Men hetta segði hann til tess at bjarga honum úr hondum teirra og fáa hann heim aftur til faðirs síns. Tá ið nú Jósef kom til brøður sínar, tóku teir og nektaðu hann úr kyrtlinum, úr ermakyrtlinum, sum hann var í, og kastaðu hann í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum. Síðan settu teir seg niður at fáa sær mat, og tá ið teir hugdu upp, sóu teir ísmaeliskar ferðakeypmenn, sum komu úr Gilead. Kamelar teirra bóru roykilsi, kryddurtir og myrru, sum teir vóru á ferð við til Egyptalands. Tá mælti Júda við brøður sínar: ?Hvat gagn hava vit av at drepa bróður okkara og loyna morðið? Latum okkum heldur selja hann til Ísmaelitarnar og ikki leggja hond á hann, tí at hann er bróðir okkara, okkara hold og blóð!? Hetta lótu nú brøður hansara sær lynda. Og tá ið nakrir midianitiskir keypmenn komu framvið, drógu teir Jósef upp úr brunninum, og teir seldu Jósef til Ísmaelitarnar fyri tjúgu siklar í silvuri. Teir fluttu Jósef til Egyptalands. Sl. Áps. Vísd. Men tá ið Ruben kom aftur at brunninum, sí, tá var eingin Jósef har; tá skræddi hann klæði síni sundur. Og hann kom aftur til brøður sínar og segði við teir: ?Drongurin er horvin, og eg veit ongar staðir at fara!? Tá tóku teir kyrtil Jósefs, drópu geitarhavur og rýddu kyrtilin í blóðinum. Síðan sendu teir ermakyrtilin heim til faðirs síns og søgdu: ?Hetta hava vit funnið; hygg eftir, um hetta ikki man vera kyrtil sonar tíns!? Og tá ið hann hevði kannað hann gjølla, mælti hann: ?Hetta er kyrtil sonar míns; eitthvørt villdjór hevur etið hann; vissuliga er Jósef sundurskræddur!? Tá skræddi Jákup klæði síni sundur og bant sekk um lendar sínar og syrgdi son sín mangar dagar. Og tó at allir synir hans og allar døtur hans komu at ugga hann, vildi hann ikki lata seg ugga, men segði: ?Við sorg fari eg niður í helheim til son mín!? Og faðir hansara syrgdi hann. Jer. Men Midianitar seldu hann til Egyptalands, til Potifars, sum var hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao. kapitul Juda og Támar. Um tað mundið fór Júda frá brøðrum sínum og bant felag við mann úr Adullam, Hira nevndur at navni. Har sá Júda dóttur Sjúa Kánáanita; og hann tók hana til sín og gekk inn til hennara. Og hon varð við barn og føddi son, sum hon nevndi Er. Síðan varð hon aftur við barn og føddi son, sum hon nevndi Ónan. Og uppaftur føddi hon son og nevndi hann Sjela; men hon var stødd í Kerib, tá ið hon føddi hann. Og Júda tók Eri, frumgitna syni sínum, konu; hon æt Támar. Men Er, frumgitni sonur Júda, var vondur í eygum Harrans, tí læt Harrin hann doyggja. Tá segði Júda við Ónan: ?Gakk inn til konu bróður tíns og gakk í svághjúnalag við hana, til tess at reisa bróður tínum avkom!? Mós. Rut Matt. Men av tí at hann visti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann sáðið farast í jørðina, hvørja ferð hann gekk inn til konu bróður síns, fyri ikki at reisa bróður sínum avkom. Men Harranum líkaði illa hetta, sum hann gjørdi, og læt tí eisini hann doyggja. Tá segði Júda við Támar, sonarkonu sína: ?Sit tú einkja heima í húsi faðirs tíns, til Sjela, sonur mín, er tilkomin.? Tí at hann bar ótta fyri, at eisini hann skuldi doyggja eins og brøður hans. Tá fór Támar og búsettist í húsi faðirs síns. Men tá ið long tíð var umliðin, doyði dóttir Sjúa, kona Júda; og tá ið sorgartíðin hjá Júda var úti, fór hann niðan til Timna, til teirra, sum vóru á várfjalli hjá honum, saman við vini sínum Hira úr Ádullam. Men tá ið Támar frætti, at verfaðir hennara var á veg á várfjall niðan til Timna, læt hon seg úr einkjubúna sínum, huldi seg við sløri, sum fjaldi hana alla og settist við Enáims borgarlið við vegin til Timna; tí at hon sá, at tó at Sjela var tilkomin, var hon enn ikki givin honum til konu. Tá ið nú Júda sá hana, helt hann hana vera skøkju, av tí at hon hevði hult andlit sítt. Hann fór av vegnum til hennara og mælti: ?Loyv mær at koma til tín!? Tí hann visti ikki, at hon var sonarkona hansara. Men hon svaraði: ?Hvat gevur tú mær aftur fyri at koma inn til mín?? Hann svaraði: ?Eg skal senda tær geitarlamb úr fylginum.? Men hon segði: ?Gev mær fyrst eitthvørt pant, til tú sendir tað.? Hann spurdi: ?Hvat skal eg fáa tær í veð?? Hon svaraði: ?Innsiglisring tín og skreytfesti títt og handa stavin, sum tú hevur í hondini.? Tað fekk hann henni og gekk síðan inn til hennara, og hon varð við barn av hansara ávum. Síðan fór hon leið sína, tók slørið av sær og fór aftur í einkjubúna sín. Seinnameiri sendi Júda geitarlambið við vini sínum úr Ádullam til tess at fáa pantið aftur frá konuni; men hann fann hana ikki. Og hann spurdi menn har um leið, hvar tann skøkjan mundi vera, sum hevði sitið við vegin til Enáim; men teir svaraðu: ?Har hevur eingin skøkja verið.? Síðan kom hann aftur til Júda og segði: ?Eg fann hana ikki; og menn har um leið søgdu, at har hevði eingin skøkja verið.? Tá mælti Júda: ?Lat hana hava tað meðni, heldur enn at vit skulu gera okkum fyri skommum! Eg havi nú sent geitarlambið, men tú fanst hana ikki!? Tá ið einir tríggir mánaðir vóru lidnir, frætti Júda, at Támar, sonarkona hansara, hevði livað í leysalevnaði, og at hon var vorðin við barn í leysalevnaði sínum; tá beyð Júda, at hon skuldi leiðast út til tess at verða brend. Men tá ið hon varð leidd út, sendi hon verfaðir sínum hesi boð: ?Av hansara ávum, ið hesar lutir eigur, eri eg vorðin við barn!? Og hon læt siga: ?Kanna gjølla eftir, hvør ið man eiga henda innsiglisring, hetta skreytfesti og henda stav!? Og Júda komst við og mælti: ?Rætt hevur hon og ikki eg, av tí eg ikki havi gift hana Sjela, syni mínum!? Men frá teirri stund kendi hann hana ikki uppaftur. Tá ið hon nú skuldi føða, sí, tá vóru tvíburar í kviði hennara. Krýn. Matt. Men í føðingini rætti annar hondina út; tá bant nærkonan reyðan tráð um hond hansara og mælti: ?Hesin kom fyrr í ljósmála.? Men tá ið hann hevði tikið hondina aftur til sín, kom bróðirin út; tá mælti hon: ?Hví hevur tú brotið teg soleiðis ígjøgnum?? Tí nevndi hon hann Perez. Aftaná kom bróðir hansara fram og hevði reyðan tráð um hondina; hann fekk navnið Zera. kapitul Jósef í egyptiskari tænastu, Reina atferð hans, Hann verður settur í fangahús, Men Jósef varð førdur til Egyptalands; og Egyptin Potifar, hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu flutt hann hagar. Mós. Men Harrin var við Jósefi og læt alt eydnast væl fyri honum; og hann var í húsi harra síns Egyptans. Og húsbóndi hansara sá, at Harrin var við honum og læt alt, sum hann fekst við, hepnast honum. Tá fann Jósef náði í eygum hansara og tænti honum; og hann setti hann yvir húsi sínum og leit honum alt, sum hann átti, upp í hendur. Og frá teirri stund, sum hann hevði litið Jósefi til at hava umsjón yvir húsi sínum og øllum, sum hann átti, vælsignaði Harrin hús Egyptans fyri sakir Jósefs; og signing Harrans var yvir øllum, ið hann átti, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Og hann leit Jósefi allar ognir sínar upp í hendur og hugdi ikki eftir honum í nøkrum uttan tí mati, sum hann skuldi eta. Men Jósef var bæði væl vaksin og fríður í ásjón. Seinnameiri bar so á, at kona húsbónda hans rendi eygum at Jósefi og segði við hann: ?Kom og legg teg hjá mær!? Men hann bar seg undan og segði við konu húsbónda síns: ?Sí, húsbóndi mín hyggur ikki eftir mær í nøkrum í húsinum, og alt, sum hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur; hann hevur ikki meiri vald her í húsinum enn eg, og ikki hevur hann synjað mær nakað uttan eina teg, av tí at tú ert kona hansara; hvussu kann eg tá gera hesa miklu misgerð og synda móti Guði?? Men tó at hon dag um dag bar hetta upp á mál við hann, vildi hann tó ikki eftirlíka henni til at leggja seg hjá henni ella hava samlag við hana. Men ein dagin, sum hann var farin inn í húsið at røkja starv sítt, og eingin av húsfólkinum var heima, tá treiv hon í skikkju hansara og segði: ?Kom og legg teg hjá mær!? Men hann læt skikkjuna verða eftir í hond hennara og flýddi út á geilar. Tá ið hon nú sá, at hann hevði latið skikkju sína verða eftir í hondum hennara og var flýddur út á geilar, rópaði hon húsfólk sítt og segði við tey: ?Hyggið her! Hann hevur fingið okkum henda Hebrean til tess at leiða skemd yvir okkum! Hann kom inn til mín og vildi leggjast hjá mær; men eg rópaði alt tað, eg var ment; og tá ið hann hoyrdi, at eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg hjá mær og flýddi út á geilar!? Hon læt nú skikkju hansara verða liggjandi hjá sær, til húsbóndi hansara kom heim aftur. Hon segði honum tá frá øllum hesum og mælti: ?Hasin hebráiski trælurin, sum tú hevur fingið okkum, kom inn til mín til tess at leiða skemd yvir meg; men tá ið eg skar í at rópa, læt hann skikkju sína eftir seg her hjá mær og flýddi út á geilar!? Tá ið húsbóndi hansara hoyrdi konu sína siga sær frá øllum hesum og mæla fyri munni: ?Soleiðis hevur trælur tín farið at móti mær!? tá tendraðist vreiði hansara. Og húsbóndi Jósefs tók hann og rindaði hann í myrkustovu, har sum kongsins fangar sótu. Soleiðis kom hann at sita í myrkustovu. Men Harrin var við Jósefi, so at hann fekk góða fólkaeydnu og vann sær tokka hjá fangavørðinum í myrkustovuni; tí setti fangavørðurin Jósef til at hava umsjón yvir øllum fangunum og læt hann skipa fyri øllum, ið teir skuldu gera. Fangavørðurin hugdi ikki eftir nøkrum av tí, sum Jósef hevði fingið litið til; tí at Harrin var við honum; og alt, sum hann fekst við, læt Harrin hepnast honum. kapitul Jósef ræður dreymar í myrkustovu. Eftir hetta bar so á, at skeinkjari kongsins í Egyptalandi og bakarin forsóu seg móti Fárao, kongi Egyptalands. Tá reiddist Fárao inn á hesar báðar hirðmenn sínar, høvuðsskeinkjaran og høvuðsbakaran, og læt teir seta í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, í myrkustovu, har sum Jósef sat fangi. Lívvarðarhøvdingin setti Jósef til at hava umsjón yvir teimum og ganga teimum til handa. Tá ið teir nú høvdu sitið um bil í varðhaldi, droymdi teir báðar, skeinkjara og bakara kongsins í Egyptalandi, sum sótu í myrkustovu, hvør sín dreym á somu nátt; og hvør dreymurin hevði sína merking. Tá ið Jósef um morgunin kom inn til hirðmanna Fáraos, ið við honum vóru í varðhaldi í húsi húsbónda hans, og sá, at teir vóru tungir í huga, spurdi hann teir: ?Hví hava tit so sorgligt yvirbragd í dag?? Teir svaraðu honum: ?Okkum hevur droymt dreym, ið eingin er førur at ráða.? Tá segði Jósef við teir: ?Hoyrir tað ikki Guði til at ráða dreymar? Sigið mær, hvat ið tykkum hevur droymt!? Tá segði høvuðsskeinkjarin Jósefi frá dreymi sínum og mælti við hann: ?Mær tókti í dreyminum at síggja víntræ standa framman fyri mær. Á víntræinum vóru tríggjar greinar, og so skjótt sum gróðurknapparnir skutust, spruttu blómur, og víntyssini bóru staðin vínber. Í hondini hevði eg steyp Fáraos; og eg tók vínber og fergdi tey niður í steyp Fáraos og rætti Fárao tað.? Tá segði Jósef við hann: ?Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar greinar merkja tríggjar dagar; um tríggjar dagar man Fárao hevja títt høvur aftur og seta teg aftur í embæti títt, so at tú aftur rættir Fárao steypið, eins og tú áður vart vanur, tá ið tú vart skeinkjari hans. Men tá ið tú nú fært aftur eydnuna við tær, tá minst til mín og sýn mær ta vælvild at minna Fárao á meg, so at tú fært meg út aftur úr hesum húsi! Tí at eg eri stolin loyniliga úr landi Hebrea; heldur ikki havi eg gjørt meg sekan í nøkrum til at verða rindaður í myrkustovu.? Mós. Tá ið høvuðsbakarin sá, at ráðanin var góð, segði hann við Jósef: ?Eisini meg droymdi dreym og tókti mær, at eg bar á høvdi mínum tríggjar tægur við hveitibreyðum. Í ovastu tæguni var bakkulsi til Fárao; men fuglarnir komu og ótu tað úr tæguni, sum var á høvdi mínum.? Tá svaraði Jósef og mælti: ?Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar tægur merkja tríggjar dagar; innan tríggjar dagar man Fárao hevja høvur títt og heingja teg upp í okkurt træ; og fuglarnir munnu fara at eta hold títt.? Tríggjar dagar eftir hetta, tá ið Fárao á føðingardegi sínum helt veitslu fyri øllum tænarum sínum, hevjaði hann høvur høvuðsskeinkjarans og høvuðsbakarans í hjástøðu tænara sína. Mark. Høvuðsskeinkjaran setti hann aftur í embæti sítt, so at hann aftur rætti Fárao steypið; men høvuðsbakaran læt hann heingja samsvarandi dreymin, ið Jósef hevði rátt teimum. Men høvuðsskeinkjarin hugsaði ikki um Jósef; hann gloymdi hann. kapitul Dreymar Fáraos, Eydna Jósefs, Jósef gevur góð ráð, Synir Jósefs, Hallárini byrja, Tá ið tvey ár vóru umliðin, bar so á, at Fárao droymdi dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nílánna. Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr, prúðar og væl í holdum; tær løgdust at bíta sevgrasið. Og sí, aftan á tær komu aðrar sjey kýr upp úr Nílánni, ljótar og illa í holdum. Tær stóðu á áarbakkanum saman við hinum fyrru kúnum. Men kýrnar, ið vóru ljótar og illa í holdum, gloyptu hinum kúnum, ið vóru prúðar og væl í holdum. Tá vaknaði Fárao. Men hann sovnaði aftur og droymdi á øðrum sinni, og sí, sjey valaøks vuksu upp á einum hálmstrái; og sí, aftan á tey spruttu fram sjey deyðaøks sviðin av eystanvindinum. Deyðaøksini gloyptu valaøksunum. Síðan vaknaði Fárao, og sí, tað var dreymur. Um morgunin var Fárao dapur í huga; og hann sendi boð eftir øllum spásagnarmonnum Egyptalands og vísmonnum tess og segði teimum dreymar sínar; men eingin kundi ráða Fárao dreymar hans. Tá mælti høvuðsskeinkjarin við Fárao og segði: ?Eg má í dag minna á synd mína. Hina ferðina, tá ið Fárao reiddist inn á tænarar sínar og setti teir í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, meg og høvuðsbakaran, tá droymdi okkum báðar á somu nátt hvønn sín dreym; og hvør dreymurin hevði sína serligu merking. Men har var saman við okkum ungur Hebrei, tænari lívvarðarhøvdingans. Vit søgdu honum frá hesum, og hann ráddi okkum dreymarnar, eins og hvønn okkara hevði droymt. Og so varð, sum hann hevði rátt okkum dreymarnar: Eg varð settur aftur í embæti mítt, og hin varð hongdur.? Tá sendi Fárao boð eftir Jósefi; og hann var í skundi fingin út úr myrkustovu; og tá ið hann hevði rakað sær og skift klæði, gekk hann inn fyri Fárao. Og Fárao segði við Jósef: ?Meg hevur droymt dreym, og her er eingin, ið kann ráða hann; men nú havi eg hoyrt, at tú ræður hvønn dreym, sum tú hoyrir.? Sl. Tá svaraði Jósef Fárao og segði: ?Ikki er tað í mínum valdi men Guð skal geva Fárao gævuligt svar.? Mós. Dán. Og Fárao segði við Jósef: ?Meg droymdi, at eg stóð við Níláarbakkan. Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr væl í holdum og prúðar og løgdust at bíta sevgrasið. Og sí, aftan á tær komu sjey aðrar kýr, ússaligar og rakfalnar og so illa í holdum, at eg ikki havi sæð tílíkt í øllum Egyptalandi. Og tær ússaligu og rakfalnu kýrnar gloyptu hinum fyrru sjey feitu. Og tá ið tær høvdu etið tær, kundi tað ikki síggjast á teimum, at tær høvdu etið tær; tær vóru eins rakfalnar, og tær áður høvdu verið. Tá vaknaði eg. Men eg sovnaði aftur og sá í dreymum sjey valaøks vaksa upp á einum hálmstrái. Aftaná sá eg spretta sjey deyðaøks sviðin av eystanvindi. Og deyðaøksini gloyptu hinum sjey valaøksunum. Eg havi sagt hetta fyri spásagnarmonnunum; men eingin kundi greina mær tað.? Tá segði Jósef við Fárao: ?Dreymar Fáraos merkja báðir tað sama; tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann boðað Fárao frá. Tær sjey góðu kýrnar merkja sjey ár, og tey sjey valaøksini merkja somuleiðis sjey ár; tað er ein og sami dreymur. Tær sjey ússaligu og rakfalnu kýrnar, ið komu upp aftan á hinar, merkja sjey ár, og tey sjey deyðaøksini sviðin av eystanvindi munnu vera sjey hallár. Hetta var tað, sum eg sipaði til, tá ið eg segði við Fárao: Tað, sum Guð ætlar at gera, hevur hann latið Fárao skoða. Sí, sjey ár skulu koma, og skulu tá verða ovurnøgdir um alt Egyptaland. Men aftan á tey skulu koma sjey hallár, so at nøgdirnar í Egyptalandi verða gloymdar; og hungur skal oyða landið, Kong. so at eingin minnist ta nøgdina, sum í landinum var vegna tann hungur, ið koma skal; tí at svárt skal tað verða. Men tað, at teg droymdi hetta tvær ferðir, merkir, at Guð hevur fast avgjørt hetta, og at Guð skjótt vil lata tað berast á. Nú skuldi Fárao funnið sær skilagóðan mann og vitran og sett hann yvir Egyptaland. Hetta skal Fárao gera og skipa umsjónarmenn yvir landið til tess at taka fimtingin av úrtøku Egyptalands tey sjey ovurnøgdarárini. Teir skulu savna saman alla grøði frá teim góðu árunum, ið koma skulu, og fáa Fárao nøgdir av korni og føðslu til handar og goyma tað í bygdunum undir lási og loku, til tess at landið má hava grøðina til vistir tey sjey hallárini, sum koma skulu yvir Egyptaland, so at ikki hungur skal oyða landið.? Hetta ráð líkaði Fárao og øllum tænarum hansara væl. Og Fárao segði við tænarar sínar: ?Man nakar maður finnast, ið eins og hesin hevur anda Guðs í sær?? Fárao segði nú við Jósef: ?Við tað at Guð hevur birt alt hetta fyri tær, er eingin so hyggin og vitur sum tú. Tí skalt tú hava umsjón yvir húsi mínum; og boðum tínum skal alt fólk mítt lýða; einans hásætið vil eg hava fram um teg.? Mós. Sl. Makk. Áps. Framvegis segði Fárao við Jósef: ?Sí, eg seti teg at ráða yvir øllum Egyptalandi.? Vísd. Fárao tók innsiglisringin av hond síni og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av mentarlíni og hongdi gullfestið um háls hansara; og hann læt hann aka í øðrum vagni sínum, og menn gingu undan honum og rópaðu: ?Abrek ?. Soleiðis setti hann hann at ráða yvir øllum Egyptalandi. man vera heiðursróp. Fárao segði við Jósef: ?Eg eri Fárao, og uttan tín vilja skal eingin røra hond ella fót í øllum Egyptalandi!? Fárao nevndi Jósef Zafenat-Panea og gifti honum Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. Og Jósef ferðaðist um Egyptaland. opinberari av loyndarmálum. Jósef var tríati ára gamal, tá hann kom fram fyri Fárao, Egyptalands kong. Og Jósef fór út frá Fárao og ferðaðist um alt Egyptaland. Og grøði landsins var ovurmikil tey sjey nøgdarárini. Tá savnaði Jósef alla grøðina frá teim sjey árunum, tá ið ovurnøgd var í Egyptalandi og goymdi hana í bygdunum; í hvørjari bygd savnaðu teir grøðina av teimum akrum, ið kring hana lógu. Soleiðis rúgvaði Jósef saman ovurmikið korn eins og sandurin við sævarflóð, til teir góvust at máta tað, av tí at tað ikki kundi mátast. Áður enn hallárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón. Og Jósef nevndi hin frumgitna Manasse, ?tí at Guð?, segði hann, ?hevur latið meg gloyma treytir mínar og alt hús faðirs míns.? Og hin nevndi hann Efraim; ?tí at Guð,? segði hann, ?hevur latið meg fjølgast í landi eymdar mínar.? Tá ið tey sjey nøgdarárini í Egyptalandi vóru at enda, byrjaðu hallárini, eins og Jósef hevði boðað. Var tá hallár í øllum londum; men í Egyptalandi var breyð. Sl. Men tá ið hungurin gekk á alt Egyptaland, rópaði fólkið á Fárao um breyð. Men hann segði við tey: ?Farið til Jósefs, tað, sum hann sigur tykkum, skulu tit gera!? Hungursneyð var nú um alla jørðina, men tá læt Jósef upp kornbingini og seldi Egyptum korn. Og hungursneyðin var svár í Egyptalandi. Úr øllum londum komu tá menn til Jósefs í Egyptalandi at keypa korn, tí at hungursneyðin var um alla jørðina. kapitul Brøður Jósefs koma til Egyptalands. Tá ið Jákup frætti, at korn var at fáa í Egyptalandi, segði hann við synir sínar: ?Hví sita tit og bína hvør at øðrum?? Og hann mælti: ?Eg havi hoyrt, at korn er at fáa í Egyptalandi; farið hagar og keypið okkum korn har, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja!? Áps. Tá fóru Jósefs tíggju brøður oman at keypa korn í Egyptalandi. Men Benjamin, bróður Jósefs, sendi Jákup ikki við brøðrum hans, av tí at hann bar ótta fyri, at ógæva skuldi verða honum fyri. Millum teirra, sum komu at keypa korn, vóru eisini synir Ísraels, tí at hallár var í Kánáanlandi. Men av tí at Jósef var stjórnari landsins, og tann, sum seldi øllum fólki í landinum korn, so komu brøður Jósefs og lútaðu honum og nigu til jarðar. Mós. Tá ið Jósef sá brøður sínar, kendi hann teir aftur, men hann lætst fremmandur fyri teimum og talaði harðliga við teir og segði: ?Hvaðan koma tit?? Teir svaraðu: ?Úr Kánáanlandi at keypa vistir.? Jósef kendi brøður sínar, men teir kendu ikki hann. Og Jósef mintist dreymarnar, sum hann hevði droymt um teir, og segði við teir: ?Nei, tit eru njósnarar; tit eru komnir at hyggja eftir, hvar landið er verjuleyst!? Mós. Men teir svaraðu: ?Nei, harri, ikki er tað; trælir tínir eru komnir at keypa vistir. Vit eru allir synir sama mans; vit eru reinlyndir; trælir tínir eru ikki njósnarar.? Men hann svaraði teimum: ?Jú, tit eru komnir at njósna, hvar landið er verjuleyst!? Men teir søgdu: ?Trælir tínir eru tólv brøður, synir sama mans í Kánáanlandi; hin yngsti er nú heima hjá faðir okkara, og ein er ikki longur á lívi.? Og Jósef segði við teir: ?Tað er sum eg havi sagt tykkum: Tit eru njósnarar! Men nú skulu tit verða royndir: So vissuliga sum Fárao livir, skulu tit ikki sleppa hiðan, fyrr enn yngsti bróðir tykkara er fluttur higar! Sendið tit nú ein tykkara heim aftur eftir bróður tykkara; men hinir tykkara skulu verða eftir í varðhaldi, til tess at orð tykkara kunnu roynast, hvørt tey eru sonn. Annars eru tit njósnarar so vissuliga, sum Fárao livir!? Síðan hevði hann teir í varðhaldi í tríggjar dagar. Men triðja dagin segði Jósef við teir: ?Hetta skulu tit gera, um tit vilja vera á lívi, tí at eg eri maður, sum óttist Guð. Eru tit reinlyndir, tá latið ein av tykkum brøðrum eftir her í varðhaldi, í myrkustovu, sum tit sótu fangar í; men farið hinir tykkara heim við so nógvum korni, sum svøltandi heimum tykkara tørvar! Komið síðan aftur til mín við yngsta bróður tykkara; tá skulu orð tykkara verða sannað, og tit ikki týna lívið!? Og teir so gjørdu. Tá søgdu teir hvør við annan: ?Sanniliga fáa vit nú afturlønt tað, sum vit gjørdu móti bróður okkara, vit, ið sóu sálarangist hansara, tá ið hann bønliga bað okkum várkunna sær, og vildu kortini ikki hoyra! Tessvegna eru vit nú í hesi neyð!? Tá tók Ruben til orða og segði við teir: ?Var tað ikki tað, sum eg segði, tá eg bað tykkum ikki gera synd móti dreinginum! Men tit vildu ikki lurta eftir mær. Og sí, nú verður blóð hansara kravt!? Mós. Men teir vistu ikki, at Jósef skilti, hvat teir søgdu, tí at hann talaði til teirra við tolki. Og hann veik frá teimum og græt; síðan kom hann aftur til teirra og talaði við teir; og hann tók úr flokki teirra Símeon og bant hann fyri eygum teirra. Síðan beyð Jósef at fylla sekkir teirra og at leggja silvur hvørs teirra aftur í sekkir teirra og at geva teimum ferðavistir. Soleiðis varð gjørt. Síðan løgdu teir korn sítt upp á asnarnar og hildu avstað. Men á gistingarstaðnum, tá ið ein teirra opnaði sekk sín til tess at geva asna sínum at eta, sá hann silvur sítt liggja ovast í sekkinum. Og hann segði við brøður sínar: ?Silvur mítt er komið aftur við mær! Sí, tað liggur her í sekki mínum!? Ta bilaði teimum hugur, og teir hugdu óttafullir hvør upp á annan og søgdu: ?Hví man Guð hava gjørt okkum hetta?? Tá ið teir komu heim aftur í Kánáanland til Jákups, faðirs síns, søgdu teir honum frá øllum, ið teimum hevði borist fyri og mæltu: ?Maðurin, ið var landsharri, talaði harðliga til okkara og helt okkum í varðhaldi fyri at hava njósnast um landið. Men vit søgdu við hann: Vit eru reinlyndir; vit eru ikki njósnarar. Vit eru tólv brøður, synir faðirs okkara; ein er ikki longur á lívi; og hin yngsti er nú heima hjá faðir okkara í Kánáanlandi. Tá segði maðurin, ið er landsharri: Av hesum skal eg sanna, um tit eru reinlyndir: Latið ein av brøðrum tykkara verða eftir her hjá mær og takið so mikið av korni, sum svøltandi heimum tykkara er tørvur á! Komið síðan aftur til mín við yngsta bróður tykkara, so at eg síggi, at tit eru ikki njósnarar, men reinlyndir menn. Tá skulu tit fáa bróður tykkara aftur og hava loyvi at fara allar leiðir um landið.? Men tá ið teir nú stoyttu burtur úr sekkjunum, sí, tá var silvurknýti hvørs teirra í sekkjum teirra; og tá ið teir og faðir teirra sóu silvurknýtini, kom ræðsla á teir. Tá mælti Jákup, faðir teirra, við teir: ?Tit gera meg jú barnleysan! Jósef er farin, Símeon er farin, og nú ætla tit at taka Benjamin! Alt kemur oman yvir meg!? Tá segði Ruben við faðir sín: ?Tær er loyvt at taka báðar synir mínar av lívi, um eg ikki flyti tær hann heim aftur! Lít mær hann upp í hendur; eg skal koma aftur til tín við honum!? Men Jákup svaraði: ?Ikki skal sonur mín fara við tykkum; tí at Jósef er deyður, og hann er eina eftir. Verður hann fyri óhappi á tí ferð, sum tit fara, so leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina!? Og hungursneyðin var hørð í landinum. kapitul Brøður Jósefs fara aðra ferð til Egyptalands. Men tá ið teir høvdu etið upp tað kornið, sum teir vóru komnir við úr Egyptalandi, segði faðir teirra við teir: ?Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av korni til matna!? Men Júda svaraði honum og segði: ?Maðurin legði okkum ríkan við og segði: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við tykkum! Um tú nú sendir bróður okkara við okkum, skulu vit fara og keypa tær korn; men sendir tú hann ikki við okkum, fara vit ongar vegir; tí at maðurin segði við okkum: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við tykkum!? Tá segði Ísrael: ?Hví hava tit gjørt mær so illa at siga fyri manninum, at tit áttu ein bróður afturat?? Teir svaraðu: ?Maðurin fregnaði gjølla um okkum og ætt okkara og spurdi: Er faðir tykkara enn á lívi? Eiga tit ein bróður afturat? Og vit søgdu honum so, sum var; hvussu kundu vit vita, at hann fór at siga við okkum: Komið higar við bróður tykkara!? Tá segði Júda við Ísrael, faðir sín: ?Lat sveinin koma við mær, so at vit mega fara avstað til tess at bjarga lívinum, so at bæði vit og tú og børn okkara ikki týna lívið! Eg leggi lívið við fyri hann; av hond míni kanst tú krevja hann; komi eg ikki aftur til tín við honum, og leiði eg hann ikki fram fyri teg, tá skal eg verða sekur fyri tær allar ævir! Høvdu vit nú ikki havt drálað, so høvdu vit nú verið aftur á øðrum sinni!? Tá segði Ísrael, faðir teirra, við teir: ?Kann tað ikki vera øðrvísi, tá gerið hetta: Takið av gróðri landsins upp í sekkir tykkara og førið manninum sum gávu eitt sindur av balsami, eitt sindur av hunangi, roykilsi og myrru, pistásiualdin og mandlur; og takið við tykkum tvífalt gjald, við tað at tit hava við tykkum eisini tað silvur, sum lá ovast í sekkjum tykkara; kanska tað hevur verið av misgáum. Takið síðan bróður tykkara og farið aftur til mannin. Guð hin alvaldi lati mannin vera tykkum miskunnsaman, so at hann letur hin bróður tykkara og Benjamin sleppa aftur við tykkum. Men skal eg verða barnleysur, tá má tað so vera!? Menninir tóku nú hesa gávu; somuleiðis tóku teir tvífalt gjald við sær og Benjamin; síðan hildu teir ferðini til Egyptalands og gingu inn fyri Jósef. Tá ið Jósef sá Benjamin teirra millum, segði hann við húshaldara sín: ?Far við hesum monnum inn í húsið og slátra og matger, tí at menninir skulu eta døgurða saman við mær!? Og maðurin gjørdi, eins og Jósef hevði sagt, og fór við monnunum inn í hús Jósefs. Men tá ið menninir vórðu leiddir inn í hús Jósefs, vórðu teir ræddir og søgdu: ?Vegna tað silvur, ið kom aftur við okkum á fyrra sinni, verða vit leiddir higar, so at hann skal ráðast á okkum og níva okkum og gera okkum til trælir og taka asnar okkara.? Tá fóru teir til húshaldara Jósefs og talaðu við hann í húsdurunum, og søgdu: ?Halt okkum til góðar, harri! Vit fóru einaferð higar at keypa vistir; men tá ið vit á heimferðini komu í náttarherbergið og opnaðu sekkir okkara, sí, tá lá silvurið hjá hvørjum ovast í sekki hansara, okkara silvur alt sum tað var, og nú eru vit komnir aftur við tí; men vit hava eisini tikið annað silvur við okkum at keypa vistir fyri; ikki vita vit, hvør ið man hava lagt silvurið í sekkir okkara.? Men hann svaraði: ?Havið gott treysti og óttist ikki! Guð tykkara, Guð faðirs tykkara hevur lagt dýrgrip í sekkir tykkara; silvur tykkara havi eg fingið í varðveitslu.? Síðan leiddi hann Símeon út til teirra. Maðurin fór nú við teimum inn í hús Jósefs og setti teimum vatn at tváa sær í um føturnar; og asnum teirra gav hann fóður. Og teir løgdu gávuna til rættis, áður enn Jósef kom um middagsleitið; tí at teir høvdu hoyrt, at har skuldu teir fáa sær at eta. Tá ið nú Jósef kom inn í húsið, fingu teir honum gávuna og lútaðu til jarðar fyri honum. Hann heilsaði teimum og spurdi: ?Hvussu veit gamla faðir tykkara við, sum tit høvdu á máli? Er hann enn á lívi?? Teir svaraðu: ?Træli tínum, faðir okkara, veit væl við; hann er enn á lívi.? Og teir lútaðu og nigu fyri honum. Tá ið hann nú leit seg um og bar eyga við Benjamin, bróður sín, son móður sínar, mælti hann: ?Er hetta hin yngsti bróðir tykkara, sum tit høvdu á máli fyri mær?? Og hann segði: ?Guð verði tær náðigur, sonur mín!? Men Jósef skundaði sær burtur, tí at hjarta hansara brann av kærleika til bróður sín, so at hann hevði mestan hugin at gráta; hann fór tí inn í herbergið og græt har. Og tá ið hann hevði tváað andlit sítt, kom hann aftur og læt einki á sær kenna og beyð at seta matin á borðið. Síðan varð borðreitt soleiðis, at hann át fyri seg sjálvan og teir fyri seg sjálvar og somuleiðis fyri seg sjálvar teir Egyptar, ið vanir vóru at eta saman við honum; tí at ikki mega Egyptar eta saman við Hebreum, tí at tað er Egyptum andstygd. Mós. Síðan vórðu teir skipaðir í sess framman fyri honum eftir aldri, soleiðis at hin elsti sat ovast og hin yngsti niðast; tá hugdu menninir bilsnir hvør upp á annan. Og hann tók mat av sínum egna borði og fekk teimum; men Benjamin fekk fimm ferðir so nógv sum hvør av hinum. Og teir drukku saman við honum og vórðu væl hýrdir. kapitul Steypið í sekki Benjamins. Síðan beyð hann húshaldara sínum og segði: ?Fyll sekkir mannanna við vistum so nógvum, sum teir eru mentir at bera og legg silvur hvørs teirra ovast í sekkir teirra. Og steyp mítt, silvursteyp mítt, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta og somuleiðis silvurið fyri korn hans!? Og hann gjørdi, sum Jósef beyð. Í lýsingini morgunin eftir vórðu teir latnir avstað, teir og asnar teirra. Men ikki vóru teir komnir langt út um borgina, áður enn Jósef mælti við húshaldara sín: ?Skunda tær avstað og halt aftan á menninar; og tá ið tú hevur fingið teir aftur, skalt tú siga við teir: Hví hava tit lønað gott við illum? Hví hava tit stolið silvursteyp mítt? Er tað ikki tað, sum harri mín drekkur úr og spáar við? Illa hava tit gjørt!? Og tá ið hann nú hevði fingið teir aftur, segði hann hetta við teir. Men teir svaraðu honum: ?Hví talar harri mín soleiðis? Fjart veri tað trælum tínum at gera tílíkt! Sí, tað silvur, sum vit funnu omaná í sekkjum okkara, høvdu vit jú við aftur til tín úr Kánáanlandi; hví skuldu vit tá stolið úr húsi harra tíns silvur ella gull? Tann av trælum tínum, ið tað verður funnið hjá, skal láta lív, og vit verða trælir hjá harra tínum!? Hann svaraði: ?Verði tað so, sum tit siga: Tann, ið tað verður funnið hjá, skal verða trælur mín, men hinir verða frælsir.? Teir settu tá skundisliga sekkirnar niður á jørðina og opnaðu hvør sín sekk. Og hann tók at leita frá tí elsta til hin yngsta, og varð tá steypið funnið í sekki Benjamins. Teir skræddu tá klæði síni, løgdu aftur hvør á sín asna og snúðust aftur í borgina. Og tá ið Júda og brøður hansara komu inn í húsið hjá Jósefi, var hann staddur har enn; og teir lútaðu honum til jarðar. Men Jósef segði við teir: ?Hvat hava tit gjørt! Vistu tit ikki, at tílíkur maður sum eg dugir at gera eftir?? Tá mælti Júda: ?Hvat skulu vit svara harra mínum? Hvat skulu vit siga, og hvussu skulu vit rættvísgera okkum? Guð hevur funnið misgerð træla tína; sí, nú eru vit trælir harra míns, bæði vit og hann, sum steypið varð funnið hjá!? Men hann svaraði: ?Fjart verði tað mær at gera tílíkt! Nei, hann, sum steypið varð funnið hjá, hann skal verða trælur mín; men farið tit við friði heim aftur til faðirs tykkara!? Tá steig Júda fram fyri hann og mælti: ?Halt mær til góðar, harri mín! Loyv træli tínum at tala eitt orð við harra mín og lat ikki vreiði tína brenna móti træli tínum. Tí at tú ert jú eins og sjálvur Fárao! Harri mín spurdi trælir sínar og mælti: Eiga tit faðir ella bróður? Vit svaraðu harra mínum: Ja, vit eiga aldraðan faðir og ungan bróður, sum hann gat í elli síni; bróðir hansara er deyður; og hann er tann einasti, ið er á lívi eftir móður sína, og faðir hansara elskar hann. Og tú segði við trælir tínar: Komið við honum higar til mín, so at eg fái hann at síggja við egnum eygum! Men vit svaraðu harra mínum: Ikki má sveinurin fara frá faðir sínum; tí at fer hann frá faðir sínum, man tað leggja hann í grøvina! Tá segði tú við trælir tínar: Koma tit ikki higar við yngsta bróður tykkara, so skulu tit ikki koma fyri andlit mítt aftur! Og tá ið vit komu heim aftur til træl tín, faðir okkara, søgdu vit honum frá orðum harra míns. Men tá ið faðir okkara seinni segði við okkum: Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av vistum, tá svaraðu vit: Vit kunnu ikki fara hagar; men kemur yngsti bróðir okkara við okkum, skulu vit fara; tí at vit fáa ikki andlit mansins at síggja, uttan vit koma við yngsta bróður okkara! Tá segði trælur tín, faðir mín, við okkum: Tit vita, at kona mín føddi mær tveir synir; ein teirra fór heiman frá mær; og eg segði: Hann er óivað sundurskræddur. Og eg havi ikki sæð hann aftur. Mós. Taka tit nú eisini henda frá mær, og ógæva verður honum fyri, tá leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina! Komi eg nú heim aftur til træl tín, faðir okkara, og sveinurin, sum hann elskar av heilum huga, ikki er við okkum, tá man tað elva deyða hans at síggja, at sveinurin ikki er við, og vit trælir tínir verða atvoldin til, at trælur tín, faðir okkara, á gamalsaldri av harmi fer í grøvina! Tí at trælur tín hevur játtað faðir sínum at leggja lívið við fyri sveinin og at vera faðir mínum sekur um ævir, um eg ikki komi aftur til hansara við honum. Mós. Lat tí træl tín vera eftir her sum træl hjá harra mínum í stað sveinsins; men loyv sveininum at fara heim við brøðrum sínum; tí hvussu kann eg koma heim til faðir mín, uttan at sveinurin er við mær? Eg hevði ikki tolað at sæð faðir mín í tílíkum harmi!? kapitul Jósef sigur, hvør hann er, Heimferð brøðranna, Tá kundi Jósef ikki ráða sær longur í hjástøðu teirra, ið vóru hjá honum, og hann rópaði: ?Farið øll út frá mær!? Eingin var tá inni eftir hjá honum, tá ið hann segði brøðrum sínum, hvør hann var. Áps Síðan skar hann í grát, so at Egyptar hoyrdu tað; eisini í húsi Fáraos spurdist tað. Og Jósef segði við brøður sínar: ?Eg eri Jósef! Er faðir mín enn á lívi?? Men brøður hansara fingu ikki svarað honum, so ræddir vórðu teir fyri honum. Og Jósef segði við brøður sínar: ?Komið higar til mín!? og tá ið teir vóru komnir fram til hansara, segði Jósef: ?Eg eri Jósef, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands. Mós. Men gremjið tykkum nú ikki og harmist ikki yvir, at tit seldu meg higar; tí at Guð sendi meg higar undan tykkum til tess at bjarga mannalívum. Mós. Í tvey ár hevur nú verið hallár um landið; og fimm ár enn verður hvørki pløgt ella heystað. Tí hevur Guð sent meg higar undan tykkum til tess at halda avkomum tykkara uppi í landinum, og lata nógv fólk hjá tykkum komast undan og vera á lívi. Tað eru tí ikki tit, ið hava sent meg higar, men Guð; og hann hevur skipað meg faðir fyri Fárao og harra yvir øllum húsi hans og drotnara yvir øllum Egyptalandi. Mós. Vísd. Skundið tykkum nú heim til faðir mín og sigið við hann: Soleiðis sigur Jósef, sonur tín: Guð hevur skipað meg harra yvir øllum Egyptalandi; kom nú til mín, drála ikki! Áps. Tú skalt búgva í Gosenlandi í nánd míni, tú og synir tínir og sonarsynir tínir við smalum tínum og stórdýrum og øllum, sum tú eigur. Eg skal veita tær vistir tí at enn koma fimm hallár, so at ikki tú og hús títt og alt, sum tú eigur, skal týna lívið. Sí, bæði tit og Benjamin, bróðir mín, síggja tað sjálvir, at tað eri eg, sum tali við tykkum. Sigið nú faðir mínum um allar sømdir mínar í Egyptalandi og frá øllum, sum tit hava sæð, og komið sum skjótast higar við faðir mínum!? Síðan hálsfevndi hann Benjamin, bróður sín, og græt, og Benjamin græt í ørmum hans. Og hann myntist við allar brøður sínar og fevndi teir grátandi. Tá fingu brøður hansara orðið upp aftur og talaðu við hann. Men tá ið tað spurdist í húsi Fáraos, at brøður Jósefs vóru komnir, líkaði tað Fárao og tænarum hansara væl. Og Fárao segði við Jósef: ?Sig við brøður tínar: Hetta skulu tit gera: Leggið á klyvjadjórini og haldið avstað til Kánáanlands; takið faðir tykkara og húski tykkara og komið til mín, so skal eg geva tykkum tað besta av Egyptalandi; og tit skulu eta fiti landsins. Og tú skalt bjóða teimum og siga: Soleiðis skulu tit gera: Tit skulu taka við tykkum vagnar úr Egyptalandi til børn og konur tykkara og flyta á teimum faðir tykkara higar. Leggið einki lag í ognarlutir tykkara, tí at tað besta av øllum Egyptalandi skal verða tykkara!? Hetta gjørdu nú synir Ísraels; og Jósef gav teimum eftir boðum Fáraos vagnar og ferðavistir. Somuleiðis gav hann hvørjum teirra hátíðarbúna; men Benjamini gav hann trý hundrað siklar í silvuri og fimm hátíðarbúnar. Og hann sendi somuleiðis faðir sínum tíggju asnar klyvjaðar við bestu lutum Egyptalands og tíggju øsnur klyvjaðar við korni og breyði og ferðavistum til faðir sín. Síðan læt hann brøður sínar fara. Og tá ið teir hildu avstað, segði hann við teir: ?Klandrist nú ikki á vegnum!? Soleiðis fóru teir úr Egyptalandi og komu til Jákup, faðir sín, í Kánáanlandi. Teir bóru honum hesi tíðindi og søgdu: ?Jósef er enn á lívi, og hann ræður yvir øllum Egyptalandi.? Men hjarta hansara varð alsamt kalt, tí at hann trúði teimum ikki. Men tá ið teir søgdu honum frá øllum tí, sum Jósef hevði talað við teir, og hann sá vagnarnar, ið Jósef hevði sent eftir honum, tá livnaði andi Jákups, faðirs teirra, við. Og Ísrael mælti: ?Tað er mær nóg mikið, at Jósef, sonur mín, livir; eg vil fara at síggja hann, áður enn eg doyggi!? Mós. kapitul Jákup fer til Egyptalands, Ættleggur Jákups, Koma hans til Egyptalands, Tá fór Ísrael avstað við øllum, sum hann átti, og hann kom til Beersjebu og ofraði Guði Ísaks, faðirs síns, sláturoffur. Jós. Jes. Sl. Áps. Men Guð talaði við Ísrael í náttarsjón og segði: ?Jákup, Jákup!? Hann svaraði: ?Her eri eg!? Og hann mælti: ?Eg eri Guð, Guð faðirs tíns. Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands; tí at har skal eg gera teg at miklari tjóð. Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og eg man eisini føra teg aftur haðan; og Jósef skal lata eygu tíni aftur.? Síðan fór Jákup frá Beersjebu. Synir Ísraels settu Jákup, faðir sín, og børn síni og konur sínar upp í vagnarnar, sum Fárao hevði sent eftir honum. Og teir tóku fenað sín og allan tann eyð, sum teimum hevði ognast í Kánáanlandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum. Soleiðis flutti hann við sær synir og sonasynir sínar, døtur og sonadøtur sínar og alt avkom sítt til Egyptalands. Hesi eru nøvn Ísraels sona, sum komu til Egyptalands, Jákup og synir hansara: Ruben, frumgitni sonur Jákups. Mós. Men synir Rubens vóru: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi. Mós. Mós. Synir Símeons: Jemuel, Jámin Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur kanversku konunnar. Krýn. Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. Krýn. Synir Júda: Er, Ónan, Sjela, Perez og Zera. Men Er og Ónan doyðu í Kánáanlandi, og synir Perez vóru Hezron og Hámul. Mós. Mós. Krýn. Synir Issakars: Tóla, Pua, Jásjub og Sjimron. Krýn, Synir Zebulons: Sered, Elon og Jáleel. Hesir vóru synir Leu, sum hon føddi Jákupi í Paddan-Áram, umframt Dinu, dóttur hans. Allir synir og allar døtur hansara vóru tríati og trý. Og synir Gáds: Zifjon, Haggi, Sjúni, Ezbon, Eri, Áros og Áreli. Og synir Ásjers: Jimna, Jisjva, Jisjvi, Beria og Sera, systir teirra. Synir Beria vóru Heber og Malkiel. Krýn, Hesir vóru synir Zilpu, sum Lában gav Leu, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sekstan sálir. Og synir Rakular konu Jákups: Jósef og Benjamin. Jósef fekk í Egyptalandi synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón: Efraim og Manasse. Mós. Synir Benjamins vóru: Bela, Beker, Asjbel, Gera, Náaman, Ehi, Rosj, Muppim, Huppim og Ard. Krýn, Hesir vóru synir Rakular, sum hon føddi Jákupi, íalt fjúrtan sálir. Sonur Dáns var Husjim. Synir Naftali: Jázeel, Guni, Jezer og Sjillem. Krýn, Hesir vóru synir Billu, sum Lában gav Rakuli, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sjey sálir í alt. Og alt húski Jákups, ið kom við honum til Egyptalands, og sum av honum var komið, var seksti og seks sálir, umframt sonakonur Jákups. Synir Jósefs, ið føddust honum í Egyptalandi, vóru tveir. Allar sálir av ætt Jákups, ið komu til Egyptalands, vóru sjeyti. Áps. Mós. Hann sendi nú Júda undan sær til Jósefs, til tess at hann skuldi beina teimum á Gosen. Síðan komu teir til Gosenlands. Tá læt Jósef búgva til vagn sín og fór ímóti faðir sínum til Gosen; og tá ið hann hitti hann, hálsfevndi hann hann og græt leingi í ørmum hans. Tá segði Ísrael við Jósef: ?Nú doyggi eg glaður; tí at nú havi eg sæð andlit títt, at tú enn ert á lívi!? Men Jósef segði við brøður sínar og við húsfólk faðirs síns: ?Nú skal eg fara og bera Fárao hesi tíðindi og siga við hann: Brøður mínir og húsfólk faðirs míns í Kánáanlandi eru komin til mín. Hesir menn eru hirðar og fenaðarmenn; nú eru teir komnir higar við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga. Men tá ið nú Fárao stevnir tykkum fyri seg og spyr tykkum um starv tykkara, tá skulu tit svara: Trælir tínir hava frá barnaárum av verið fenaðarmenn eins og fedrar sínir til tess at tit mega fáa loyvi til at búgva í Gosenlandi; tí at Egyptar hava andstygd fyri øllum hirðum.? Mós. kapitul Jákup frammi fyri Fárao, Jósef ger Egyptar til uppsitarar, Jákup um jarðarferð sína, Síðan gekk Jósef fyri Fárao við hesum tíðindum og mælti: ?Faðir mín og brøður mínir eru komnir úr Kánáanlandi við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga, og eru nú í Gosenlandi.? Áps. Men hann hevði tikið við sær fimm av brøðrum sínum og leiddi teir fyri Fárao. Tá segði Fárao við brøður hansara: ?Hvat er atvinna tykkara?? Teir svaraðu Fárao: ?Trælir tínir eru hirðar, bæði vit og fedrar okkara.? Og teir søgdu við Fárao: ?Vit eru komnir til tess at búgva um bil her í landinum, tí at fenaður træla tína hevur einki beitilendi, av tí at hungur og hallár er í Kánáanlandi. Loyv nú trælum tínum at búgva í Gosenlandi.? Tá segði Fárao við Jósef: ?Faðir tín og brøður tínir eru komnir til tín; tí skal Egyptaland standa tær í boði; tú mást lata faðir tín og brøður tínar taka upp bústað í tí besta landsluti; búgvi teir í Gosenlandi; og um tú finnur avreksmenn teirra millum, tá skipa teir umsjónarmenn yvir fæflokkum mínum.? Síðan kom Jósef við Jákupi, faðir sínum og leiddi hann inn fyri Fárao; og Jákúp lýsti signing yvir Fárao. Tá spurdi Fárao Jákup: ?Hvussu nógvir eru ævidagar tínir?? Jákup svaraði Fárao: ?Ævidagar útiseturs míns eru eitt hundrað og tríati ár; fáir og vondir hava ævidagar mínir verið og eru nógv stytri enn tann aldur, ið fedrar mínir slitu í útlegd síni.? Hebr. Og tá ið Jákup hevði lýst signing yvir Fárao, fór hann út aftur frá honum. Men Jósef fekk faðir sínum og brøðrum sínum bústað og gav teimum ognir í Egyptalandi, í tí besta landslutinum, í Rámeseslandi, eins og Fárao hevði boðið. Mós. Og Jósef veitti faðir sínum og brøðrum sínum og øllum húsfólki faðirs síns vistir eftir tali barnanna. Sír. Men um alt landið var nú einki eftir til matna, tí at svølturin var harður, og bæði Egyptaland og Kánáanland vóru illa nívd av hallárunum. Jósef dró tá saman tað silvur í Egyptalandi og Kánáanlandi, sum var goldið fyri tað korn, ið teir høvdu keypt; og hann flutti tað í húsið hjá Fárao. Men tá ið silvurið treyt í Egyptalandi og Kánáanlandi, komu allir Egyptar til Jósefs og søgdu: ?Gev okkum breyð! Hví skulu vit doyggja her beint fyri eygum tínum fyri tað, at silvur okkara trýtur?? Men Jósef svaraði: ?Komið higar við fenaði tykkara, so skal eg geva tykkum breyð aftur fyri hann, um silvur trýtur!? Tá fóru teir til Jósefs við fenaði sínum; og hann fekk teimum breyð aftur fyri rossini og seyðin og neytini og asnarnar. Soleiðis helt hann teir tað árið við breyði fyri fenað teirra. Men tá ið árið var at enda, komu teir aftur til hansara og søgdu við hann: ?Vit vilja ikki loyna tað fyri harra okkara, men nú trýtur silvurið, og fenaður vár er vorðin ogn harra okkara; so nú hava vit einki til harra okkara, uttan einans likam og jørð okkara! Hví skulu vit farast her beint fyri eygum tínum, bæði vit og jørð okkara? Keyp tú heldur okkum og jørð okkara fyri breyð, so vilja vit vera trælir hjá Fárao; og gev okkum sáðkorn, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja, og jørð okkara ikki verða løgd í oyði!? Tá keypti Jósef til Fárao alla jørð í Egyptalandi; tí at allir Egyptar seldu jørð sína, av tí at svølturin nívdi teir illa. Soleiðis ognaðist Fárao alt landið. Og hann gjørdi til trælir fólkið alt úr einum enda landsins í annan. Einans jørð prestanna keypti hann ikki; tí at teir fingu vissar tilskilaðar vistir frá Fárao; og teir livdu av sínum tilskilaðu vistum, ið Fárao gav teimum. Tessvegna nýttist teimum ikki at selja jørð sína. Síðan segði Jósef við fólkið: ?Eg havi nú keypt tykkum og jørð tykkara til Fárao, og her hava tit nú sáðkorn til at sáa jørð tykkara við. Men av úrtøkum tykkara skulu tit geva Fárao fimtingin; hinar fýra fimtingarnar skulu tit hava til at sáa jørðina við og tykkum og húsfólkum tykkara til matna, og til føðslu hjá børnum tykkara.? Tá svaraðu teir: ?Tú eigur lívið í okkum! Máttu vit nú funnið náði í eygum tínum, so skulu vit vera trælir Fáraos.? Jósef gjørdi nú ta lóg, sum enn er í gildi, at Fárao skuldi fáa fimtingin av jørð Egyptalands; einans jørð prestanna gjørdist ikki ogn Fáraos. Ísrael búði nú í Egyptalandi, í Gosenlandi; og teir reistu sær bygdir og aldu børn og fjølgaðust í stórum. Mós. Sl. Áps. Jákup livdi seytjan ár í Egyptalandi. Soleiðis vórðu allir ævidagar Jákups eitt hundrað og fjøruti og sjey ár. Men tá ið Ísrael nærkaðist deyðastundini, kallaði hann Jósef, son sín, til sín og segði við hann: ?Havi eg funnið náði í eygum tínum, tá legg hond tína undir lendar mínar og játta, at tú vilt sýna mær ta góðsku og trúfesti ikki at jarða meg her í Egyptalandi. Mós. Eg vil hvíla hjá fedrum mínum; tí skalt tú flyta meg úr Egyptalandi og jarða meg í grøv teirra.? Hann svaraði: ?Eg skal gera, eins og tú mælir til.? Mós. Men hann segði: ?Ger mær eið upp á tað.? Og hann gjørdi honum eið upp á tað. Tá lútaði Ísrael tilbiðjandi niður at høvdalagnum. Hebr. kapitul Jákup signar Efraim og Manasse. Nakað eftir hesar tilburðir varð Jósefi sagt frá, at faðir hansara var sjúkur. Tá tók hann við sær báðar synir sínar, Manasse og Efraim. Tá ið Jákup fekk at vita, at Jósef, sonur hansara, var komin til hansara, ressaðist hann og settist upp undir seg á legu síni. Og Jákup segði við Jósef: ?Guð hin alvaldi birtist fyri mær í Luz, í Kánáanlandi, og vælsignaði meg Mós. og segði við meg: Sí, eg skal lata teg nørast og fjølgast, so at mangar tjóðir koma av tær, og eg skal geva avkomi tínum eftir teg hetta landið til ognar um ævir. Mós. Og nú skulu báðir synir tínir, ið føddust tær í Egyptalandi, áður enn eg kom til tín til Egyptalands, verða mínir, Efraim og Manasse skulu verða mínir eins og Ruben og Símeon. Mós. Men tað avkom, sum tú hevur gitið aftan á teir, skal vera títt; teir skulu ganga undir navni brøðra sína í arvamálum sínum. Tá ið eg kom heim úr Paddan, misti eg Rakul í Kánáanlandi á leiðini, tá ið vit høvdu stutt eftir til Efrat; og eg jarðaði hana har við vegin til Efrat, tað er Betlehem.? Mós. Tá ið Ísrael sá synir Jósefs, mælti hann: ?Hvørjir eru hesir?? Jósef svaraði faðir sínum: ?Hetta eru synir mínir, sum Guð hevur givið mær her.? Tá mælti hann: ?Leið teir til mín, at eg má vælsigna teir.? Mós. Men eygu Ísraels vóru so viknað av elli, at hann ikki sá. Tá leiddi Jósef teir til hansara, og hann kysti og fevndi teir. Mós. Ísrael segði við Jósef: ?Eg hevði mist alla vón um at síggja teg aftur, og sí, nú hevur Guð eisini latið meg síggja avkom títt!? Síðan tók Jósef teir av aftur knøum hans og lútaði til jarðar fram á ásjón sína. Og Jósef tók teir báðar, Efraim í høgru hond, so at hann stóð vinstrumegin Ísrael, og Manasse í vinstru hond, so at hann stóð Ísrael til høgru handar, og hann leiddi teir til hansara. Men Ísrael rætti út høgru hond sína og legði hana á høvur Efraims, tó at hann var yngri, og vinstru hond sína legði hann á høvur Manasse og krosskastaði soleiðis hendur sínar, tí at Manasse var hin frumgitni. Síðan vælsignaði hann Jósef og mælti: ?Tann Guð, fyri hvørs ásjón fedrar mínir Ábraham og Ísakur gingu, tann Guð, ið hevur varðveitt meg av fyrsta sinni og alt fram at hesum degi, Mós. Hebr. tann eingil, ið bjargaði mær úr øllum illum, hann vælsigni sveinarnar, so at teir halda í lívi navni mínum og navni fedra mína: Ábrahams og Ísaks, við tað at teir verða fjølmangir á jørðini!? Mós Men tá ið Jósef sá, at faðir hansara legði høgru hond sína á høvur Efraims, líkaði tað honum illa; og hann treiv um hond faðirs síns og førdi hana av høvdi Efraims yvir á høvur Manasse og mælti við faðir sín: ?Ikki so faðir mín, tí at hesin er hin frumgitni; legg høgru hond tína á høvur hans!? Men faðir hansara bar seg undan og segði: ?Eg veit tað, sonur mín, eg veit tað, eisini hann verður at tjóð, eisini hann verður mikil; men yngri bróðir hansara verður størri enn hann, og av honum skulu koma mangar tjóðir!? Mós. Og hann vælsignaði teir á tí degi og mælti: ?Við tykkum skal Ísrael vælsigna og siga: Guð geri teg eins og Efraim og Manasse!? Soleiðis setti hann Efraim fremri enn Manasse. Og Ísrael segði við Jósef: ?Sí, eg fari nú at doyggja; men Guð skal vera við tykkum og flyta tykkum aftur í land fedra tykkara. Men tær gevi eg fram um brøður tínar tann fjallaryggin, sum eg tók av Ámoritum við svørði og boga mínum.? Jóh. kapitul Jákup boðar forløg sona sína, andast, Tá kallaði Jákup synir sínar til sín og segði: ?Savnist her, so skal eg kunngera tykkum tað, sum tykkum verður fyri í komandi tíðum. Komið higar og gevið ljóð, tit synir Jákups; lýðið á Ísrael, faðir tykkara! Ruben, tú mín frumgitni sonur, kraft mín og fyrsti alvi, fremstur í tign og fremstur í mátti! Mós. Mós. Men fyri títt brúsandi bráðlyndi skalt tú ikki vera fremstur; tí at tú steig upp í legu faðirs tíns tá gjørdi tú illa upp í hjúnalegu mína steig hann. Mós. Símeon og Levi eru brøður, valdsamboð eru vápn teirra. Sál mín komi ikki í samlag teirra; sømd mín havi ikki felagsskap við samkomu teirra, tí at í vreiði drópu teir menn, og av bráðræsi kvettu teir hælsinur oksanna. Mós. Bølbiðin verði vreiði teirra, tí at hon var mikil og bræði teirra, tí at hon brann! Eg spjaði teir í Jákupi og sundri teir í Ísrael! Jós. Júda, teg skulu brøður tínir tigna; hond tín skal taka fíggindar tínar í nakkan; tær skulu synir faðirs tíns lúta. Ljónshvølpur er Júda; frá ráni tú rísur, sonur mín. Hann legst á ból og rembist eins og ljónið, eins og kvennljónið; hvør torir at reka hann upp? Mós. Mós. Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða. Ez. Mós. Jes. Hann bindur við víntræið asna sín, við víngreinina asnafolan; í víni tváar hann klæði síni, í vínberjablóði møttul sín, við eygum kámum av víni og tonnum hvítum av mjólk. Hás. Zebulon býr við sævarstrond, við strondina, har skipini hølast; og land hansara røkkur at Zidon. Mós. Jós. Issakar, hin beinmikli asni, ið liggur og rembist í kvíggjum sínum; Mós. hann sá, at hvíldin var góð og landið yndisligt; tí boygdi hann herðar sínar undir byrðar og varð knuggandi trælur. Dán veitir fólki sínum rætt eins væl og nøkur Ísraels ætt. Dóm. Dán veri ormur við vegin, høggormur á gøtuni, ið bítur hestin í hælsinurnar, so reiðmaðurin dettur afturav! Á frelsu tína troysti eg, Harri! Sl. Gád, á hann herja ránsflokkar; men hann vegur teir, meðan teir flýggja. Ásjer feit er føðsla hans; hann veitir kongakrásir. Mós. Naftali er hind, ið sloppin er leys; hann mælir fagurlátum orðum. Dóm Jósef er ungur aldinviður, ungur aldinviður við kelduvað; greinar hans toyggja seg upp um garðin. Ørvagarpar ráddust á hann, skutu eftir honum og søktu at honum. Men stinnur var bogi hans og armar hansara sterkir; hesin máttur kom frá Jákups veldiga, hirðanum, Ísraels kletti, frá Guði, føður tíns hann hjálpi tær, frá hinum alvalda hann signi teg við signing himinsins í erva og við signing djúpsins í neðra, við signing brósta og móðurlívs. Mós. Signingar føður tíns bera av signingum hinna ævigu fjalla, bera av dýrd hinna elligomlu heyggja; komi tær yvir høvur Jósefs, yvir hviril hans, ið er høvdingi millum brøðra sína! Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann bráð, um kvøldið býtir hann aftur herfong sundur.? Sám. Dóm. Hesar eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, sum faðir teirra segði við teir. Og hann vælsignaði hvønn teirra við teirri signing, sum hóskaði teimum. Sír. Og hann beyð teimum og segði við teir: ?Eg savnist nú til frænda mína; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á jarðarstykki Efrons Hetita, í hellinum á Makpela-vøllum áraka Mamre í Kánáanlandi, í teirri jørðini, sum Ábraham keypti frá Efroni Hetita, til at jarða í. Mós. Har jarðaðu teir Ábraham og Sáru, konu hansara, har jarðaðu teir Ísak og Rebekku, konu hansara, og har jarðaði eg Leu. Mós. Jørðin og hellið har varð keypt frá Hetitum.? Tá ið Jákup hevði lokið hesum fyriskipanum við synir sínar, dró hann føturnar upp í leguna; síðan andaðist hann og savnaðist til fedra sína. kapitul Jákup jarðaður í Hebron Jósef uggar brøður sínar, Jósef doyr, Tá kastaði Jósef seg niður yvir andlit faðirs síns, græt uppi yvir honum og kysti hann. Og Jósef beyð tænarum sínum, ið læknakønir vóru, at balsamera faðir sín; tá balsameraðu læknarnir Ísrael. Til tess gingu fjøruti dagar, tí so langa tíð tekur balsameringin. Og Egyptar syrgdu hann í sjeyti dagar. Tá ið sorgardagarnir vóru at enda, mælti Jósef við hirðmenn Fáraos og segði: ?Havi eg funnið náði í eygum tykkara, tá berið tit Fárao hesi orð frá mær: Faðir mín legði mær dýran við og mælti: Sí, eg fari nú at doyggja; men í tí grøv, sum eg gróv mær í Kánáanlandi, skalt tú jarða meg! Loyv mær tí at fara at jarða faðir mín; síðan skal eg koma aftur.? Mós. Fárao svaraði: ?Far tú og jarða faðir tín, eins og tú svórt honum.? Tá fór Jósef at jarða faðir sín; og við honum fóru allir tænarar Fáraos, mætastu menn úr hirð hansara og allir frægir menn Egyptalands; og somuleiðis alt húski Jósefs og brøður hansara og húski faðirs hans; einans kvinnur og børn og smalur og stórdýr lótu teir vera eftir í Gosenlandi. Í ferðini vóru bæði vagnar og reiðmenn, so at tað var almikil herur. Og tá ið teir vóru komnir til Goren-Háatad, hinumegin Jórdan, hevjaðu teir harmljóð mikið og hátíðarligt; og Jósef helt ervi eftir faðir sín í sjey dagar. Sír. Men tá ið landsins íbúgvar, Kánáanitarnir, sóu teir halda ervi í Goren-Háatad, søgdu teir: ?Egyptar halda stórt ervi!? Tessvegna varð tann staðurin nevndur Ábel-Mizráim; hann er hinumegin Jórdan. Synir hansara gjørdu við hann, eins og hann hevði boðið teimum. Og synir hansara fluttu hann til Kánáanlands og jarðaðu hann í hellinum á Makpela-vøllum í tí jarðarstykki, sum Ábraham hevði keypt til leggstaðar frá Efroni Hetita, áraka Mamre. Mós. Áps. Og tá ið Jósef hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands saman við brøðrum sínum og øllum, ið við honum vóru komnir til jarðarferðar faðirs hans. Men tá ið brøður Jósefs sóu, at faðir teirra var deyður, hugsaðu teir: Gævi at Jósef nú ikki verður fíggindi okkara og lønar okkum aftur tað illa, sum vit gjørdu honum! Teir sendu tí Jósefi hesi boð: ?Áður enn faðir tín andaðist, beyð hann okkum at siga við teg: Fyrigev tú misgerð brøðra tína og synd teirra, tí at teir gjørdu ilt ímóti tær! Fyrigev tí tað illa, sum tænarar Guðs, faðirs tíns, hava gjørt!? Jósef græt, tá ið hann hoyrdi hesi orð frá teimum. Síðan komu brøður hansara sjálvir og nigu fyri honum og søgdu: ?Sí, vit eru trælir tínir!? Men Jósef segði við teir: ?Óttist ikki! Eg eri tó ikki í Guðs stað! Tit ætlaðu at gera mær ilt, men Guð vendi tí til góða, til tess at gera tað, ið nú er fram komið, at halda lívinum uppi í mongum fólkum. Mós. Neh. Verið nú óræddir, tí at eg skal hava umsorgan fyri tykkum, konum og børnum tykkara.? Soleiðis uggaði hann teir, dirvdi hann teir. Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, hann og ættarfólk faðirs hans. Og Jósef varð eitt hundrað og tíggju ára gamal. Og Jósef sá avkom Efraims í triðja lið; eisini børn Mákirs Manassesonar føddust á knøum Jósefs. Og Jósef segði við brøður sínar: ?Eg fari nú at doyggja, men Guð man vissuliga vitja tykkum og flyta tykkum úr hesum landi heim aftur í tað landið, sum hann tilsvór Ábrahami, Ísaki og Jákupi!? Mós. Mós. Hebr. Og Jósef legði sonum Ísraels dýran við og segði: ?Tá ið Guð vitjar tykkum, tá skulu tit flyta bein míni hiðan!? Mós. Jós. Sír. Síðan doyði Jósef eitt hundrað og tíggju ára gamal. Teir balsameraðu hann og løgdu hann í kistu í Egyptalandi. Fyrsta bræv Jóhannesar KAPITUL Jesus sum orð lívsins, Samfelag hinna trúgvandi við Faðirin og Sonin. Um at liva í ljósinum, Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við tað er Orð lívsins, vit tala um. Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum. Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus. Hetta skriva vit tykkum, fyri at gleði tykkara kann vera fullkomin. Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt frá Honum og kunngera tykkum, at Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum. Siga vit, at vit hava samfelag við Hann og liva í myrkrinum so lúgva vit og gera ikki sannleikan. Men liva vit í ljósinum eins og Hann er í ljósinum so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd. Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Siga vit, at vit hava ikki syndað, so gera vit Hann til lygnara, og orð Hansara er ikki í okkum. KAPITUL Kristus, talsmaður hinna trúgvandi, Børn Guds eiga at halda boð Hansara og elska brøðurnar, Áminning um at varða seg fyri antikristunum og halda fast við hin fagnaða sannleika, Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa; Hann er bót fyri syndir okkara og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins. Av tí vita vit, at vit kenna Hann av, at vit halda boð Hansara. Tann, ið sigur: ?Eg kenni Hann!? og heldur ikki boð Hansara hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki. Men tann, ið heldur orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. Av hesum vita vit, at vit eru í Honum. Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann. Tit elskaðu! Tað er ikki nýtt boð, eg skrivi tykkum, men gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi. Hitt gamla boðið er orðið, ið tit hava hoyrt. Og tó er tað nýtt boð, eg skrivi tykkum, og tað er satt, í Honum og í tykkum; tí myrkrið víkur burt, og hitt sanna ljós skínur longu. Tann, ið sigur seg vera í ljósinum og hatar bróður sín er í myrkrinum enn. Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt. Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara. Eg skrivi til tykkara, børn míni, tí syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns Hansara skuld. Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, tí tit hava sigrað hin illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn míni, tí tit kenna Faðirin. Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, tí tit kenna Hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, tí tit eru sterk, orð Guds verður verandi í tykkum, og tit hava sigrað hin illa. Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum. Tí alt, sum í heiminum er lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins er ikki av Faðirinum, men av heiminum. Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir. Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími. Teir eru farnir út frá okkum men teir vóru ikki av okkum; tí høvdu teir verið av okkum, so høvdu teir verðið verandi hjá okkum. Men tað skuldi verða opinbert, at ikki allir eru av okkum! Tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt. Eg havi ikki skrivað til tykkara, fyri tað at tit ikki kenna sannleikan, men tí tit kenna hann og vita, at eingin lygn er av sannleikanum. Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin. Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin. Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum. Hetta er lyftið, Hann lovaði okkum: Hitt æviga lív. Hetta havi eg skrivað tykkum viðvíkjandi teimum, ið villleiða tykkum. Men tit salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum! Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara! Vita tit, at Hann er rættvísur, so vita tit eisini, at hvør tann, ið ger rættvísi, er føddur av Honum. KAPITUL Frámerki Guds barna: Tey gera ikki synd, tey elska brøðurnar, og tey hava hugreysta og fasta vón á Gudi. Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann. Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er. Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur. Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi. Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum. Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur. Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur. Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis. Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi. Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín. Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan og ikki líkjast Káin, ið var av hinum illa og drap bróður sín. Og hví drap hann hann? Tí verk hansara vóru ónd, og verk bróður hansara rættvís! Undrist ikki, brøður mínir, um heimurin hatar tykkum! Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum. Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær. Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar. Men tann, ið hevur góðs heimsins og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum! Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika! Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá kunnu vit geva hjørtum okkara vissu fyri ásjón Hansara, at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt. Tit elskaðu! Fordømir hjarta okkara okkum ikki, so hava vit dirvi fyri Gudi. Og hvat vit so biðja um, fáa vit frá Honum, tí vit halda boð Hansara og gera tað, sum Honum toknast. Hetta er boð Hansara, at vit skulu trúgva á navn Sonar Hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir boðnum, ið Hann gav okkum. Tann, ið heldur boð Hansara, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Og at Hann verður verandi í okkum, vita vit av Andanum, ið Hann gav okkum. KAPITUL Áminning um at royna andarnar og um at elska Gud og brøðurnar. Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin. Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi. Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt, kemur og hann er longu nú í heiminum. Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er. Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum, og heimurin hoyrir teir. Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar. Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki. Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara. Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað. Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum. Av tí, at Hann hevur givið okkum av Anda Sínum, vita vit, at vit verða verandi í Honum, og Hann í okkum. Og vit hava sæð og vitnað, at Faðirin hevur sent Son Sín, heiminum til Frelsara. Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi. Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava dirvi dómadag; tí eins og Hann er, so eru eisini vit í hesum heimi! Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum. Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Sigur onkur: ?Eg elski Gud? og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð! Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við. KAPITUL Um trúnna sum sigur okkara yvir heiminum, Vitnisburður Andans, Máttur forbønarinnar, Eftirskrift, Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum. Av hesum vita vit, at vit elska børn Guds av tí, at vit elska Gud og halda boð Hansara. Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung. Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara. Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds! Hann er tann, ið kom við vatni og blóði, Jesus Kristus ikki bert við vatninum, men við vatninum og blóðinum; og Andin er tann, ið vitnar, tí Andin er sannleikin. Tey eru trý, sum vitna: Andin, vatnið og blóðið; og hesi trý eru sameind til eitt. Taka vit við vitnisburði menniskja, so er vitnisburður Guds størri. Hetta er jú vitnisburður Guds, at Hann hevur vitnað um Son Sín. Tann, ið trýr á Son Guds, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, ið ikki trýr Gudi, hevur gjørt Hann til lygnara, tí hann hevur ikki trúð á vitnisburðin, ið Gud hevur vitnað um Son Sín. Og hetta er vitnisburðurin, at Gud hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lív er í Syni Hansara. Tann, ið hevur Sonin, hevur lívið; tann, ið ikki hevur Son Guds, hevur ikki lívið. Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar. Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum. Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um. Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja. Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða. Vit vita, at hvør tann, ið føddur er av Gudi, syndar ikki; nei, tann, ið føddur er av Gudi, varðar seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki. Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa. Og vit vita, at Sonur Guds er komin, og Hann hevur givið okkum vit til at kenna hin sanna og vit eru í hinum sanna, í Syni Hansara, Jesusi Kristi; hesin er hin sanni Gud og ævigt lív. Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum! Fyrra Kongabók KAPITUL Dávid og Abisag, Adonja og Sálomo, Dávid kongur var nú gamal og hevði mong ár á baki; tey breiddu teppi yvir hann, men hann fekst ikki at orna. Tá søgdu tænarar hansara við hann: ?Leitað skuldi verðið harra mínum konginum eftir ungari gentu, moyggj, sum kann vera hjá konginum og fjálga um hann; táið hon liggur í favni tínum, so ornar harri mín kongurin.? Nú varð leitað í øllum Ísraelslandi eftir vakrari gentu, og teir funnu Abisag úr Sunem og fóru við henni til kongin. Hon var ógvuliga vøkur genta; hon fjálgaði tá um kongin og gekk honum til handa; men kongurin hevði ikki við hana at gera. Men Adonja, sonur Haggit, gjørdi seg sjálvan stóran og segði: ?Eg vil vera kongur!? Og hann fekk sær vagnar og hestmenn og mans at renna fyri sær. Faðir hansara hevði aldri alla tíð hansara havt at honum og sagt: ?Hví bert tú teg so at!? Eisini hann var ógvuliga vakur, og hann var elstur eftir Absalom. Hann samráddi seg við Jóab, son Zeruju, og við Abjatar prest; teir fóru í part við Adonja og styðjaðu hann. Men Zadok prestur, Benaja, sonur Jójada, Natan profetur, Sime'i, Re'i og kappar Dávids hildu ikki við Adonja. Adonja læt nú við Soheletstein, sum er við Rogelskeldu, drepa seyð, neyt og gøðingarkálvar, og hann sendi øllum brøðrum sínum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis øllum Judamonnum, sum vóru í tænastu hjá konginum. Men Natan profeti, Benaja, køppunum og bróður sínum Sálomo beyð hann ikki. Tá segði Natan við Batsebu, móður Sálomo: ?Tú hevur sjálvsagt hoyrt, at Adonja, sonur Haggit, er vorðin kongur, uttan at Dávid, harri okkara, veit av? Loyv mær nú at leggja tær ráð, so tú fært bjargað lívi tínum og lívi Sálomos, sonar tíns! Far inn til Dávid kong og sig við hann: ?Hevur tú ikki, harri kongurin, við eiði givið tænastukvinnu tíni hetta lyfti: ?Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum?! Hvussu ber tað tá til, at Adonja er vorðin kongur?? Meðan tú enn ert inni har og tosar við kong, skal eg koma inn og staðfesta orð tíni.? Batseba fór tá inn í kamarið til kongin. Kongurin var ógvuliga gamal nú, og Abisag úr Sunem gekk honum til handa. Batseba boygdi seg nú og kastaði seg til jarðar fyri konginum, og kongurin segði: ?Hvat vilt tú?? Hon svaraði: ?Harri! Tú hevur við eiði um HARRAN Gud tín givið tænastukvinnu tíni hetta lyfti: ?Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum!? Men nú er Adonja vorðin kongur, og tú, harri kongurin, veitst ikki av! Hann hevur latið drepa neyt, gøðingarkálvar og seyð í hópatali og sent øllum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis Abjatar presti og Jóab, herhøvdinganum; men Sálomo, tænara tínum, hevur hann onga innbjóðing sent. Og nú, harri kongurin hvørt eyga í Ísrael er vent á teg, at tú skalt lata fólkið vita, hvør ið eftir harra mín kongin skal sita í hásæti hansara. Annars kann tað ganga so, at táið harri mín kongurin liggur hjá fedrum sínum, so verða eg og Sálomo, sonur mín, roknað eins og brotsmenn.? Meðan hon enn tosaði við kongin, kom Natan profetur. Hetta varð sagt konginum: ?Natan profetur er her!? Hann kom so inn og steig fram fyri kongin og kastaði seg á andlit sítt til jarðar fyri honum. Síðani segði Natan: ?Harri kongurin! Tað er sjálvsagt tú, ið hevur sagt: ?Adonja skal vera kongur eftir meg hann skal sita í hásæti mínum?? Tí hann er í dag farin oman og hevur latið drepa neyt, gøðingarkálvar og seyð í hópatali og hevur sent øllum kongasonunum innbjóðing, somuleiðis herhøvdingunum og Abjatar presti; nú eta og drekka teir við honum og rópa: ?Livi Adonja kongur!? Men mær, tænara tínum, Zadok presti, Benaja, syni Jójada, og Sálomo, tænara tínum, hevur hann ikki boðið. Ber tað til, at hetta er gjørt eftir boði harra míns kongsins, uttan at tú hevur latið tænarar tínar vita, hvør ið skal sita í hásæti harra míns kongsins eftir hann?? Tá tók Dávid kongur til orða og segði: ?Rópið mær Batsebu!? Hon kom so inn og steig fram fyri kongin. Kongurin gjørdi nú eið og segði: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur fríað meg úr allari neyð: Soleiðis sum eg við eiði um HARRAN Gud Ísraels havi lovað tær: ?Sálomo, sonur tín, skal vera kongur eftir meg; hann skal sita í hásæti mínum í mín stað!? soleiðis skal eg gera, og tað í dag!? Tá boygdi Batseba seg við andlitinum móti jørðini, kastaði seg niður fyri konginum og segði: ?Harri mín Dávid kongur livi í allar ævir!? So segði Dávid kongur: ?Sendið mær boð eftir Zadok presti, Natan profeti og Benaja, syni Jójada!? Teir komu so inn og stigu fram fyri kongin. Kongurin segði við teir: ?Takið tænarar harra tykkara við tykkum, setið son mín Sálomo á mítt egna múldýr og farið oman til Gihon við honum! Har skulu Zadok prestur og Natan profetur salva hann til kong yvir Ísrael, og so skulu tit blása í lúður og rópa: ?Livi Sálomo kongur!? Komið síðani higar við honum, og táið hann kemur, skal hann seta seg í hásæti mítt og vera kongur í mín stað tað er hann, ið eg havi ætlað til høvdinga yvir Ísrael og Juda!? Tá tók Benaja, sonur Jójada, til orða og segði við kongin: ?So veri! HARRIN, Gud harra míns kongsins, sigi so við! Sum HARRIN hevur verið við harra mínum konginum, so veri Hann við Sálomo og geri hásæti hansara enn størri enn hásæti harra míns Dávids kongs!? So fóru Zadok prestur, Natan profetur, Benaja, sonur Jójada, og lívvaktin avstað, og teir settu Sálomo á múldýr Dávids kongs og fóru til Gihon við honum. Zadok prestur fór inn í tjaldið eftir oljuhorninum og salvaði Sálomo; síðani blástu teir í lúðurin, og alt fólkið rópti: ?Livi Sálomo kongur!? Alt fólkið fór so heimaftur við honum, og teir blástu á floytur og róptu so av gleði, at jørðin var um at rivna av rópum teirra. Hetta hoyrdu Adonja og allir gestirnir, ið hjá honum vóru; teir vóru tá júst lidnir at eta. Táið Jóab hoyrdi lúðraljóðið, segði hann: ?Hví er slíkur gangur og slíkt óljóð í býnum?? Meðan hann enn talaði, kom Jónatan, sonur Abjatar prest, og Adonja segði: ?Kom higar! Tú ert skilamaður og kemur við góðum tíðindum.? Men Jónatan svaraði og segði við Adonja: ?Nei! Harri okkara, Dávid kongur, hevur gjørt Sálomo til kong! Kongur sendi við honum Zadok prest, Natan profet, Benaja, son Jójada, og lívvaktina, og teir settu hann á múldýr kongs. Síðani salvaðu Zadok prestur og Natan profetur hann í Gihon til kong; haðani fóru teir heim við gleðirópum, og allur staðurin er í røringi. Hetta var gangurin, ið tit hoyrdu. Sálomo er eisini longu setstur í kongahásætið; og tænarar kongs eru komnir og hava ynskt harra okkara, Dávidi kongi, til lukku og sagt: ?Gud tín lati Sálomo fáa eitt navn, enn størri enn títt, og hásæti hansara verða enn hægri enn títt!? Og kongurin tilbað á legu Síni, og so segði hann eisini: ?Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum í dag hevur latið eftirmann seta seg í hásæti mítt, meðan eg enn síggi tað við mínum egnu eygum!?? Tá fall ræðsla á allar gestir Adonja; teir lupu á føtur og fóru hvør leið sína. Men Adonja ræddist Sálomo; hann reistist, leyp avstað og treiv um altarhornini. Hetta varð sagt Sálomo: ?Adonja ræðist Sálomo kong; hann heldur um altarhornini og sigur: ?Sálomo kongur má við eiði lova mær og tað í dag at hann skal ikki lata tænara sín drepa við svørði!?? Tá segði Sálomo: ?Vil hann bera seg at sum rættiligur maður, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar; men verður rakt við nakað ilt hjá honum, skal hann doyggja!? So sendi Sálomo kongur menn avstað; teir tóku hann frá altarinum, og hann kom og kastaði seg niður fyri Sálomo kongi. Tá segði Sálomo við hann: ?Far heim til tín sjálvs!? KAPITUL Síðstu orð Dávids til Sálomo, Dávid doyr, Sálomo straffar Adonja, Abjatar, Jóab og Sime'i, Táið nú leið móti tíðini, táið Dávid skuldi doyggja, gav hann syni sínum Sálomo hesi boð: ?Eg fari nú tann veg, ið alt hold fer; men ver tú sterkur og lat síggjast, at tú ert maður! Og akta eftir tí, sum HARRIN Gud tín vil hava teg at akta eftir, so tú gongur leiðir Hansara og heldur fyriskipanir, boð, lógir og vitnisburðir Hansara, soleiðis sum skrivað er í Móselóg! Tá verður tú vísur maður í øllum, sum tú gert, og hvar ið tú so vendir tær, og tá skal HARRIN uppfylla orð Sítt, tað, sum Hann talaði um meg, táið Hann segði: ?So satt sum synir tínir akta væl eftir leið síni, so teir liva í trúskapi fyri ásjón Míni, av øllum hjarta sínum og allari sál síni, so skal? segði Hann ?aldri saknast ein av eftirkomarum tínum í hásæti Ísraels.? Tú veitst eisini, hvat Jóab, sonur Zeruju, hevur volt mær, hvat hann gjørdi við báðar herhøvdingar Ísraels, Abner, son Ner, og Amasa, son Jeter, hvussu hann drap teir og soleiðis í friðartíð úthelti blóð, eins og kríggj hevði verið, og læt blóð koma á beltið, ið hann hevði um lendarnar, og á skógvarnar, ið hann hevði á fótunum, eins og kríggj hevði verið. Ger tí eftir vísdómi tínum og lat ikki gráu hár hansara fara í friði niður í deyðaríkið! Men synir Barzillai Gileadit skalt tú gera væl við, og teir skulu vera millum teirra, sum eta við borð títt; tí á tann hátt komu teir ímóti mær, táið eg flýddi undan Absalom, bróður tínum. So hevur tú eisini hjá tær Sime'i Benjaminit úr Bahurim, son Gera; tað var hann, ið bannaði mær við øgiligari illbøn, tann dag eg fór til Mahanajim; men seinni kom hann ímóti mær at Jordan, og eg lovaði honum við eiði um HARRAN: ?Eg skal ikki lata teg doyggja fyri svørði.? Men lat hann nú ikki verða óstraffaðan! Tú ert vísur maður og fert óivað at síggja, hvat tú skalt gera við hann, so tú letur gráu hár hansara fara í blóði niður í deyðaríkið.? So legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Tíðin, ið Dávid var kongur yvir Ísrael, var ár; í Hebron var hann kongur ár og í Jerúsalem ár. Og Sálomo sat í hásæti faðirs síns, Dávids, og kongadømi hansara varð ógvuliga sterkt. Men Adonja, sonur Haggit, kom inn til Batsebu, móður Sálomo. Hon spurdi: ?Er tað av góðum, ið tú kemur?? Hann svaraði: ?Ja!? Síðani segði hann: ?Eg havi nakað at tosa við teg um.? Hon svaraði: ?Tala!? Hann segði nú: ?Tú veitst, at ríkið var mítt, og at alt Ísrael hevði eyguni vend á meg og væntaði, at eg skuldi verða kongur; men kongadømið fór frá mær yvir til bróður tað var HARRIN, ið gav honum tað. Nú biði eg teg eina bøn; tú mást ikki sýta mær hana!? Hon svaraði: ?Sig hana!? Tá segði hann: ?Bið Sálomo kong tær sýtir hann tað ikki bið hann geva mær Abisag úr Sunem til konu!? Batseba svaraði: ?Gott eg skal tosa við kong fyri teg!? Batseba fór nú inn til Sálomo kong at tosa við hann fyri Adonja. Tá reistist kongurin, fór ímóti henni og boygdi seg djúpt fyri henni. Síðani setti hann seg í hásæti sítt; hásæti varð eisini sett móður kongin, og hon setti seg undir høgru lið hansara. Síðani segði hon: ?Tað er bert eina lítla bøn, eg ætli at biðja teg; tú mást ikki sýta mær hana!? Kongurin svaraði: ?Ber fram bøn tína, mamma! Eg skal ikki sýta tær hana.? Tá segði hon: ?Lat bróður tín Adonja fáa Abisag úr Sunem til konu!? Men Sálomo kongur svaraði móður síni: ?Hví biður tú um Abisag úr Sunem fyri Adonja? Tú kanst jú líka væl biðja um ríkið fyri hann hann er jú bróðir mín og eldri enn eg ja, bæði fyri hann og fyri Abjatar prest og Jóab, son Zeruju!? Og Sálomo kongur svór um HARRAN og segði: ?Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um ikki Adonja skal bøta við lívinum fyri hetta orð! So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur givið mær hetta vald og sett meg í hásæti Dávids, faðirs míns, og sum hevur reist mær eitt hús, soleiðis sum Hann lovaði: Adonja skal lata lív, og tað í dag!? So sendi Sálomo kongur Benaja, son Jójada, avstað, og hann høgdi hann niður; soleiðis doyði hann. Men við Abjatar prest segði kongurin: ?Far til Anatot, til garð tín! Tú átti at latið lív, og táið eg ikki drepi teg í dag, so er tað, tí tú hevur borið ørk Harrans HARRANS framman fyri Dávid, faðir mín, og tí tú hevði felagsskap við pápa í øllum, sum hann noyddist at ganga ígjøgnum.? So rak Sálomo Abjatar burt og læt hann ikki sleppa at vera prest HARRANS longur fyri at orð HARRANS skuldi ganga út, tað, sum Hann hevði talað móti húsi Eli í Silo. Táið Jóab fekk hetta at frætta, flýddi hann til tjald HARRANS og treiv um altarhornini; Jóab hevði jú verið í parti við Adonja, tóat hann ikki hevði verið í parti við Absalom. Sálomo fekk nú boð um, at Jóab var flýddur til tjald HARRANS og stóð við altarið. Tá sendi Sálomo Benaja, son Jójada, avstað og segði: ?Far og høgg hann niður!? Táið Benaja kom til tjald HARRANS, segði hann við hann: ?Kongurin sigur: ?Far út hiðani!?? Men hann svaraði: ?Nei, eg vil doyggja her!? Benaja bar so konginum boð aftur og segði, hvat Jóab hevði sagt og svarað honum. Kongurin segði við hann: ?Ger, sum hann sigur høgg hann niður og jarða hann, og reinsa soleiðis av mær og húsi faðirs míns tað sakleysa blóð, ið Jóab hevur úthelt! HARRIN skal lata blóð hansara koma aftur yvir hansara* egna høvd, hann, sum høgdi niður tveir menn, ið vóru rættvísari og betri enn hann, drap teir við svørði, uttan at Dávid, faðir mín, vitsti av, Abner, son Ner, herhøvdinga Ísraels, og Amasa, son Jeter, herhøvdinga Juda. Blóð teirra skal koma aftur yvir høvd Jóabs og eftirkomara hansara til ævigar tíðir; men Dávidi og eftirkomarum hansara, húsi og hásæti hansara, skal HARRIN geva frið til ævigar tíðir.? Benaja, sonur Jójada, fór so og høgdi hann niður og drap hann, og hann varð jarðaður við hús sítt í oyðimørkini. Kongurin setti Benaja, son Jójada, yvir herin í stað hansara, og Zadok prest setti kongurin í stað Abjatars. Nú sendi kongurin boð eftir Sime'i og segði við hann: ?Bygg tær hús í Jerúsalem og búgv har far ikki hiðani, hvørki eina leið ella aðra! Tað skalt tú vita fyri vist, at tann dag, ið tú fert hiðani og fert um Kidronsløk, skalt tú doyggja blóð títt skal koma yvir títt egna høvd!? Sime'i svaraði konginum: ?Rætt er tað, ið tú sigur; sum harri mín kongurin hevur sagt, so skal tænari tín gera.? So búði Sime'i í Jerúsalem langa tíð. Men táið trý ár vóru gingin, flýddu tveir tænarar Sime'i til kongin í Gat, Akis, son Ma'aka; boð vórðu tá borin Sime'i: ?Tænarar tínir eru í Gat.? Tá gjørdi Sime'i seg til, setti seg á esil sítt og fór til Akis í Gat at leita eftir tænarum sínum; Sime'i fór hagar og hevði tænarar sínar við sær heimaftur úr Gat. Men Sálomo fekk at vita, at Sime'i var farin úr Jerúsalem til Gat og var afturkomin. Tá sendi kongurin boð eftir Sime'i og segði við hann: ?Tók eg teg ikki í eið um HARRAN og segði í álvara við teg: ?Tað skalt tú vita fyri vist, at tann dag, tú fert hiðani og fert eina leið ella aðra, skalt tú doyggja!? Og svaraði tú mær ikki: ?Rætt er tað, ið tú sigur; eg havi hoyrt tað!? Hví hevur tú ikki hildið eiðin, ið tú hevur svorið um HARRAN, og boðið, ið eg gav tær?? Framvegis segði kongurin við Sime'i: ?Tú kennir sjálvur alt tað illa, ið hjarta títt er vitandi um tað, ið tú gjørdi Dávidi, faðir mínum; nú letur HARRIN óndskap tín koma aftur yvir títt egna høvd! Men Sálomo kongur skal vera signaður, og hásæti Dávids skal í allar ævir standa fast fyri ásjón HARRANS.? Síðani steig Benaja, sonur Jójada, eftir boði kongsins fram og høgdi hann niður; soleiðis doyði hann. Og kongadømið var trygt og fast í hond Sálomos. KAPITUL Sálomo giftist við dóttur Farao, Harrin opinberar Seg fyri honum í dreymi, Sálomo fellir dóm, Nú svágdi Sálomo seg við Farao, kongin í Egyptalandi hann giftist við dóttur Farao; og hann førdi hana inn í Dávidsstað, meðan hann gjørdi seg lidnan at byggja sítt egna hús, hús HARRANS og múrin um Jerúsalem. Fólkið ofraði tá í tíðini bert á heyggjunum; tí enn var einki hús bygt navni HARRANS. Sálomo elskaði HARRAN, so at hann gjørdi eftir teim fyriskipanum, ið Dávid, faðir hansara, hevði givið; tó ofraði hann á heyggjunum og brendi roykilsi har. Kongurin fór til Gibeon, til at ofra har; tí har var hin stóri offurheyggjurin; brennioffur ofraði Sálomo á altarinum har. Í Gibeon opinberaði HARRIN Seg fyri Sálomo í dreymi um náttina; Gud segði: ?Sig, hvat tú vilt, at Eg skal geva tær!? Sálomo svaraði: ?Tú hevur víst tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, stóra náði hann livdi jú eisini fyri ásjón Tíni í trúskapi og rættvísi og við sonnum hjarta; og Tú lætst hesa stóru náði halda við at vera yvir honum og gavst honum son at sita í hásæti hansara soleiðis sum nú gongur sjón fyri søgn. Ja, nú hevur Tú, HARRI Gud mín, gjørt tænara Tín til kong eftir Dávid, faðir mín; men eg eri blaðungur og dugi ikki at bera meg beint at. Og her stendur tænari Tín mitt í fólki Tínum, sum Tú hevur útvalt, einum fólki, ið er so stórt, at ikki stendur til at meta ella telja tað fyri nøgd. Gev tí tænara Tínum eitt hjarta, ið dugir at skilja, so eg verði mentur at døma fólk Títt og gera mun á góðum og illum! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!? Hetta líkaði HARRANUM væl at Sálomo bað um hetta; og Gud segði við hann: ?Aftur fyri at tú baðst um hetta og ikki baðst um langt lív, ei heldur um ríkidømi ella lív fígginda tína nei, baðst um skil til at duga á at skyna, hvat ið rætt er so skal Eg gera, sum tú biður Eg skal geva tær so víst og vitigt hjarta, at líki tín hvørki hevur verið, ei heldur skal koma eftir teg. Og tað, ið tú ikki baðst um, gevi Eg tær við bæði ríkidømi og heiður, so líki tín skal ikki vera millum kongarnar alla tíð tína. Gongur tú nú leiðir Mínar, so tú heldur lógir Mínar og boð Míni soleiðis, sum Dávid, faðir tín, gjørdi so skal Eg geva tær langt lív.? Nú vaknaði Sálomo og sá, at hetta var dreymur. Táið hann so kom til Jerúsalem, steig hann fram fyri sáttmálaørk HARRANS og ofraði brennioffur og bar fram takkoffur; og hann gjørdi gestaboð fyri øllum tænarum sínum. Um hesa tíðina komu tvær skøkjur og stigu fram fyri kongin. Onnur kvinnan segði: ?Hoyr meg, harri! Eg og henda kvinnan búðu í húsi saman, og eg átti barn í húsinum hjá henni. Triðja dagin eftir at eg hevði átt, átti eisini henda kvinnan barn. Har vóru vit nú saman; eingin fremmandur var hjá okkum í húsinum, vit vóru tværeinar í húsi. So eina náttina doyði drongurin hjá hesi kvinnuni hon hevði ligið á honum. Mitt um náttina, meðan tænastukvinna tín svav, fór hon upp, tók drong mín undan liðini á mær og legði hann við bróst sítt; drong sín, sum deyður var, hann legði hon við bróst mítt. Táið eg nú um morgunin reistist og skuldi geva drongi mínum bróst, fekk eg at síggja, at hann var deyður. Men táið eg hugdi gjølla at honum um morgunin, nú var tað ikki drongur mín, hann, ið eg hevði átt.? Tá segði hin kvinnan: ?Nei, hann, ið livir, er sonur mín, og hann, ið deyður er, er sonur tín!? Men hin fyrra segði: ?Nei, hann, ið deyður er, er sonur tín, og hann, ið livir, er sonur mín!? Soleiðis trættust tær framman fyri kongin. Tá segði kongurin: ?Onnur sigur: ?Hesin, ið livir, er sonur mín, og hann, ið deyður er, er sonur tín!? Og hin sigur: ?Nei, hann, ið deyður er, er sonur tín, og hann, ið livir, er sonur mín!?? Kongurin segði nú: ?Farið mær eftir svørði!? Teir komu tá við svørði til kongin. Og kongurin segði: ?Høggið hetta barnið, sum livir, sundur í tveir partar, og gevið hvørjari sína helvtina!? Tá segði kvinnan, sum var móðir barnsins, ið livdi, við kongin tí hjarta hennara brendi fyri barninum hon segði: ?Hoyr meg, harri! Lat hana fáa hetta barnið, sum livir drep tað endiliga ikki!? Men hin segði: ?Hvørki eg ella tú skal hava tað høggið tað bert sundur!? Nú tók kongurin til orða og segði: ?Fáið hasari barnið, sum livir, og drepið tað ikki hon er móðir tess!? Táið nú alt Ísrael fekk at hoyra um henda dóm, ið kongurin hevði felt, fingu tey virðingarótta fyri konginum; tí tey sóu, at vísdómur Guds var í hjarta hansara til at døma beint. KAPITUL Embætismenn Sálomos, Vald og ríkidømi hansara, Vísdómur hansara, Sálomo kongur var kongur yvir øllum Ísrael. Hinir hægstu menn hansara vóru hesir: Azarja, sonur Zadok, var prestur;* Elihoref og Ahia, synir Sisa, vóru ríkisskrivarar; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari; Benaja, sonur Jójada, var yvir herinum; Zadok og Abjatar vóru prestar; Azarja, sonur Natan, var yvir fútunum; Zabud, sonur Natan, var prestur,* vinmaður kongs; Ahisar var hallarstjóri; Adoniram, sonur Abda, var yvir teimum, sum gjørdu pliktarbeiði. Sálomo hevði yvir alt Ísrael sett tólv fútar; teir skuldu síggja til, at kongurin og hús hansara høvdu tað, ið teimum tørvaði hvør teirra ein mánað um árið. Hetta vóru nøvn teirra: Ben-Hur á Efra'imsfjøllum; Ben-Deker í Makaz, Sa'albim, Bet-Semes og Elon, líka til Bet-Hanan; Ben-Hesed í Arubbot; hann hevði Soko og alt Heferland; Ben-Abinadab hevði alt Nafat-Dor; hann var giftur við Tafat, dóttur Sálomo; Ba'ana, sonur Ahilud, hevði Ta'anak, Megiddo og alt Bet-Sean, sum liggur við Zaretan niðan fyri Jizre'el, frá Bet-Sean til Abel-Mehola Uka vestur um Jokmeam; Ben-Geber í Ramot í Gilead; hann hevði teir býirnar í Gilead, sum itu eftir Ja'ir, syni Manasse; hann hevði eisini landspartin Argob í Basan, stórar býir við múrum og koparsláum; Ahinadab, sonur Iddo, hevði Mahanajim; Ahima'az í Naftali; eisini hann var giftur við eini dóttur Sálomo, Basmat; Ba'ana, sonur Husai, í Aser og Alot; Jósafat, sonur Parua, í Issakar; Sime'i, sonur Ela, í Benjamin; Geber, sonur Uri, í Gileadslandi, tí landinum, sum Sihon amoritakongur og Og, kongurin í Basan, høvdu átt; hann var einsamallur fúti har í landinum. Juda og Ísrael vóru fjølment sum sandur á sjóvarstrond; tey ótu, drukku og vóru glað. Sálomo var harri yvir øllum ríkjunum frá Ánni* til Filistaraland og líka at landamarki Egyptalands; teir komu við gávum til Sálomo og tæntu honum alla tíð hansara. Tað, ið tørvaði um dagin til matna hjá Sálomo, var: kor av fínum mjøli og kor av vanligum mjøli, fitaðir oksar, neyt úr haganum og kríatúr av smáfæi umframt hjørtir, skógargeitir, dádýr og fitaðir fuglar. Tí hann var harri yvir øllum landinum vestan fyri Ánna, frá Tifsa líka til Gaza, yvir øllum kongunum vestan fyri Ánna; og hann hevði frið á øllum síðum, rundanum, so at Juda og Ísrael búðu trygt, hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, úr Dan líka til Be'erseba, alla tíð Sálomos. Sálomo hevði so nógvar hestar, sum settir vórðu fyri vagnar, og hestmenn. Fútarnir, sum nevndir eru, aktaðu eftir hvør sín mánað at Sálomo kongur og øll, sum sótu til borðs hjá Sálomo kongi, høvdu tað, ið teimum tørvaði; teir lótu einki tvørra. Byggið og hoyggið til rossini og vagnhestarnar fluttu teir, hagar sum hann var, hvør eftir sum honum var fyriskrivað. Gud gav Sálomo vísdóm og ovurhonds klókskap og vit so víðfevnandi, sum sandurin er nógvur við sjóvarstrond. Vísdómur Sálomos var størri enn vísdómur alra Eysturlendinga og allur vísdómur Egypta. Hann var vísari enn øll menniskju vísari enn Etan Ezra'itur og vísari enn Heman, Kalkol og Darda, synir Mahol; hann var tiltikin millum øll fólkasløg rundanum. Hann setti saman orðtøk, og songir hansara vóru í tali. Hann talaði um trøini, líka frá sedristrænum á Libanon til isopin, ið veksur út úr vegginum; og hann talaði um dýrini, um fuglarnar, um skriðdýrini og um fiskarnar. Tey komu av øllum fólkasløgum at lurta eftir vísdómi Sálomos, frá øllum kongum jarðarinnar sum høvdu hoyrt vísdóm hansara tiltiknan. KAPITUL Sálomo er vinmaður við Hiram, Fyrireikar tempulbyggingina, Táið Hiram, kongurin í Týrus, fekk at frætta, at Sálomo var salvaður til kong eftir faðir sín, sendi hann tænarar sínar til hansara tí Hiram hevði altíð verið vinmaður Dávids. Og Sálomo sendi Hiram boð og læt siga: ?Tú veitst, at Dávid, faðir mín, fekk ikki bygt navni HARRANS Guds síns hús, av tí at kríggj leikaði á hann úr øllum ættum inntil HARRIN legði fíggindar hansara undir føtur hansara. Men nú hevur HARRIN Gud mín givið mær frið á øllum síðum; her eru eingir mótstøðumenn, og eingin vanlukka hóttir. Tí havi eg nú í huga at byggja navni HARRANS Guds míns hús sum HARRIN segði, táið Hann talaði so við Dávid, faðir mín: ?Sonur tín, sum Eg skal seta í hásæti títt í tín stað, hann skal byggja navni Mínum húsið.? Gev tí nú boð um, at teir skulu høgga mær sedristrø á Libanon; so skulu tænarar mínir arbeiða saman við tænarum tínum; løn skal eg lata tænarar tínar fáa, eftir sum tú sjálvur leggur á; tú veitst jú, at her hjá okkum er eingin, ið dugir so væl at fella trø sum Zidoningar.? Táið Hiram fekk hesi boð frá Sálomo, varð hann ógvuliga glaður, og hann segði: ?Lovaður veri HARRIN í dag, sum hevur givið Dávidi vísan son at stýra hasum stóra fólki!? Og Hiram sendi Sálomo boð og læt siga: ?Eg havi fingið boðini, ið tú sendi mær; eg skal á allan hátt gera, sum tú biður meg, viðvíkjandi sedristrøum og sypristrøum. Tænarar mínir skulu fáa tey av Libanon oman at sjónum, og eg skal lata leggja tey í flakar á sjónum og føra, hagar sum tú sigur mær til; har skal eg lata taka flakarnar sundur, og so kemur tú eftir trøunum. Men so mást tú gera tað, ið eg biði teg, og lata meg fáa matvørur til hús mítt.? Hiram læt so Sálomo fáa sedristrø og sypristrø, so mong sum hann vildi hava. Og Sálomo sendi Hiram kor av hveiti til føði fyri hús hansara, og kor av olju av stoyttum oljuberum; hetta sendi Sálomo Hiram á hvørjum ári. HARRIN gav Sálomo vísdóm, soleiðis sum Hann hevði lovað honum; og friður var millum Hiram og Sálomo; teir gjørdu sáttmála hvør við annan. Sálomo kongur tók nú út pliktarbeiðsmenn úr øllum Ísrael; pliktarbeiðsmenninir vóru mans. Teir sendi hann so til Libanon, í senn hvønn mánað, soleiðis at teir vóru ein mánað á Libanon og tveir mánaðir heima. Adoniram var yvir pliktarbeiðsmonnunum. Sálomo hevði mans, sum bóru, og steinhøggarar í fjøllunum, umframt arbeiðsformenninar sum vóru í tali; teir vóru settir yvir fólkið, ið arbeiddi. Eftir boði kongsins brutu teir upp stórar steinar, dýrabarar steinar, so grundin til húsið kundi verða løgd av høgdum gróti. Byggimeistarar Sálomos og Hirams og menninir úr Gebal høgdu teir til, og gjørdu til bæði viðin og steinarnar, ið húsið skuldi byggjast av. KAPITUL Templið verður bygt. Tað árið eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, í siv mánaði tað er í øðrum mánaði fjórða árið ið Sálomo var kongur í Ísrael fór hann undir at byggja HARRANUM húsið. Húsið, ið Sálomo kongur bygdi HARRANUM, var alin langt, alin breitt og alin høgt. Forsalurin framman fyri hitt heilaga í templinum var alin langur svarandi til breidd hússins og alin breiður út frá húsinum. Hann gjørdi vindeygu á húsið, við føstum grindum fyri. Upp at húsvegginum reisti hann tilbygning allan vegin runt, fram við húsveggjunum, rundan um bæði hitt heilaga og innhúsið,* og gjørdi síðukømur allan vegin runt. Niðasta hædd í hesum tilbygningi var alin breið, hin næsta alin breið, og hin triðja alin breið; tí hann hevði gjørt stallar uttan á húsið allan vegin runt, so bjálkarnir skuldu ikki ganga inn í húsveggirnar. Táið húsið varð reist, varð tað bygt av steinum, ið vóru gjørdir lidnir í steinbrotinum; ljóð hoyrdist ikki, hvørki av sleggju, meitli ella nøkrum øðrum jarnamboði, í húsinum, meðan tað varð bygt. Dyrnar í niðastu hædd í tilbygninginum vóru á sunnaru síðu hússins; haðani gekk so ein ringtrappa upp í aðru hædd, og haðani aftur upp í triðju hædd. Soleiðis bygdi hann húsið; og táið hann hevði gjørt tað liðugt, takti hann tað við bjálkum og við sedrisplonkum, løgdum á rað. Hvør hædd í tilbygninginum, sum hann hevði reist rundan um alt húsið, var alin høg, og hann var við sedrisbjálkum bundin fastur við húsið. Tá kom orð HARRANS til Sálomo; Hann segði: ?Hetta hús, ið tú nú byggir so satt sum tú livir eftir fyriskipanum Mínum, heldur lógir Mínar og aktar eftir øllum boðum Mínum, so tú gongur eftir teimum, so skal Eg uppfylla á tær orðið, ið Eg talaði við Dávid, faðir tín; Eg skal búgva mitt ímillum Ísraelsmenn og ikki venda Ísrael, fólki Mínum, bakið.? So bygdi tá Sálomo húsið og gjørdi tað liðugt. Hann bróstaði húsið innan við sedrisborðum; frá gólvinum líka upp undir loftsbjálkarnar klæddi hann húsið við viði innan; og gólv legði hann í húsið av syprisborðum. alin frá aftara enda hússins gjørdi hann skilarúm av sedrisborðum frá gólvinum líka upp undir loftsbjálkarnar, og rúmið innan fyri tað gjørdi hann til innhús tað var hitt alraheilagasta. Og húsið hitt heilaga, framman fyri innhúsið var alin langt. Innan var húsið bróstað við sedrisviði, ið var útskorin sum kolokvintar og blómukransar; alt var sedrisviður ikki ein steinur sást. Innast í húsinum gjørdi hann innhús at seta sáttmálaørk HARRANS í. Framman fyri innhúsið sum var alin langt, alin breitt og alin høgt, og sum hann klæddi við fínum gulli setti hann altar, sum hann klæddi við sedrisviði. Sálomo klæddi húsið innan við fínum gulli, og tvørtur eftir skilarúminum fyri innhúsinum hongdi hann gullketur og klæddi skilarúmið við gulli. Hann klæddi húsið við gulli, alt sum tað var, úr enda í enda; eisini altarið framman fyri innhúsið klæddi hann við gulli, alt sum tað var. Í innhúsinum gjørdi hann tveir kerúbar av oljuviði; teir vóru alin høgir. Hvør vongurin á øðrum kerúbinum var alin langur; alin vóru frá endanum á øðrum vonginum til endan á hinum. Hin kerúburin var eisini alin; kerúbarnir vóru eins til støddar og líka vorðnir báðir. Annar kerúburin var alin høgur, og sama var hin kerúburin. Kerúbarnar setti hann nú í hitt innara rúm hússins, og veingir kerúbanna vórðu breiddir út, soleiðis at annar vongurin á øðrum nam við bróstið øðrumegin, og annar vongurin á hinum kerúbinum nam við bróstið hinumegin, og mitt í húsinum numu veingir teirra hvør við annan. Hann klæddi kerúbarnar við gulli. Øll bróst hússins allan vegin runt prýddi hann við útskornum myndum av kerúbum, pálmum og blómukransum bæði í hini innaru og hini ytru høllini. Gólv hússins legði hann við gulli, bæði í hini innaru og í hini ytru høllini. Fyri inngongd innhússins gjørdi hann veingjahurðar av oljuviði; durakarmurin í erva var saman við durastøvunum fimtingurin av bróstinum. Tær báðar hurðarnar sum vóru úr oljuviði prýddi hann við útskornum myndum av kerúbum, pálmum og blómukransum og klæddi tær við gulli; hann legði gullið út yvir kerúbarnar og pálmarnar. Somuleiðis gjørdi hann durastavir av oljuviði fyri inngongd hins heilaga á fjórðingin av bróstinum og tvær hurðar av syprisviði; hvør hurðin var í tveimum, soleiðis at hvør parturin mól fyri seg. Hann læt skera kerúbar, pálmar og blómukransar á tær og klæddi tær við gulli, sum varð lagt javnt út yvir hitt útskorna. Framvegis bygdi hann hin innara forgarðin av trimum løgum av høgdum gróti og einum lagi av sedrisbjálkum. Fjórða árið varð grundin løgd til hús HARRANS, í siv mánaði; og ellivta árið, í bul mánaði tað er í áttanda mánaði var húsið liðugt á allan hátt, í einum og øllum sum tað skuldi vera. Hann hevði tá verið sjey ár um at byggja tað. KAPITUL Sálomo byggir sær kongshøll, Súlurnar og alt hitt, ið til templið hoyrdi, Halgigáva Dávids, Sítt egna hús var Sálomo trettan ár um at byggja áðrenn hann var liðugur við alt húsið. Hann bygdi Libanonskóghús, alin langt, alin breitt og alin høgt, á fýra røðum av sedrisstólpum og við sedrisbjálkum oman á stólpunum. Tað var takt við sedrisviði uppi yvir síðukømurunum, ið hvíldu á stólpunum, í tali, í hvørjum raði. Tað hevði trý røð av bjálkaløgum og vindeyga yvir av vindeyga í trimum hæddum. Allar dyr og allir durastavir vóru fýrhyrnt, av bjálkum, og vendu beint ímóti vindeygaraðnum, í øllum trimum hæddunum. So gjørdi hann súluhøllina, alin langa og alin breiða; framman fyri hana var forsalur við súlum, og framman fyri hann uppaftur var trappuhús. Framvegis gjørdi hann hásætishøllina, har sum hann sat og dømdi dómshøllina; hon var klædd við sedrisviði av gólvi til loft. Hansara egna hús tað, sum hann búði í, og sum stóð í hinum innara garðinum, innan fyri forsalin var gjørt á sama hátt. Dóttur Farao, sum Sálomo hevði tikið til konu, henni bygdi hann eisini hús, sum líktist hesum forsali. Alt hetta var av dýrabørum steinum, ið vóru høgdir eftir máli og sagaðir við sag bæði innan og uttan, frá grundini líka upp til taklistarnar, og somuleiðis alt uttanfyri, líka til hin stóra forgarðsmúrin. Grundin varð løgd av dýrabørum, stórum steinum, steinum, sum vóru alin og alin. Oman á teir vórðu lagdir dýrabarir steinar, høgdir eftir máli, og sedrisviður. Hin stóri forgarðsmúrurin allan vegin runt var gjørdur av trimum løgum av høgdum gróti og einum lagi av sedrisstokkum; á sama hátt var við forgarði húss HARRANS, hinum innara, og við forsalinum, ið hoyrdi til húsið. Sálomo kongur sendi boð til Týrus eftir Hiram. Hann var sonur eina einkju av ætt Naftali; faðir hansara var maður úr Týrus, koparsmiður. Hann var fullur av vísdómi, viti og kunnskapi, so hann dugdi at gera alskyns kopararbeiði. Hann kom nú til Sálomo kong og gjørdi alt arbeiðið, ið hann vildi hava gjørt. Hann gjørdi koparsúlurnar báðar; alin høg var onnur súlan, og alin langur tráður rakk rundan um hina súluna. Hann gjørdi eisini tvey súluhøvd, stoypt úr kopari, at seta oman á súlurnar; hvørt súluhøvdið var alin høgt. Á súluhøvdunum, ið vóru oman á súlunum, var eins og rutt net, flættað arbeiði, bond, vorðin sum ketur, á hvørjum súluhøvdi. Hann gjørdi granatepli, tvey røð allan vegin runt, uttan á øðrum netinum, til at fjala súluhøvdini, ið oman á súlunum vóru; á sama hátt gjørdi hann við hitt súluhøvdið. Súluhøvdini, ið vóru oman á súlunum í forsalinum, vóru gjørd sum liljur og vóru alin. Á báðum súlunum vóru súluhøvd, eisini omantil, við bunguna undir tí rudda netinum; granateplini vóru í tali, í røðum allan vegin runt um hitt súluhøvdið. So reisti hann súlurnar við forsal tempulsins; súluna, ið hann setti høgrumegin, kallaði hann Jakin, og hina, ið hann setti vinstrumegin, kallaði hann Boaz. Í erva vóru súlurnar vorðnar sum liljur. So var arbeiðið uppá súlurnar liðugt. Nú gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var alin frá trom til trom, og heilt runt; alin var tað djúpt, og alin langt band rakk rundan um tað. Niðri undir tromini vóru kolokvintar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, á hvørji alin; tvey røð av kolokvintum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havinum. Havið stóð á tarvum; tríggir vendu norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir og tríggir eystureftir; havið hvíldi á teimum, og allir vendu afturpartin inneftir. Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók bat. Framvegis gjørdi hann teir stabbarnar, av kopari; hvør stabbin var alin langur, alin breiður og alin høgur. Stabbarnir vóru soleiðis gjørdir: Spegl vóru á teimum, spegl millum kantlistarnar; á speglunum millum kantlistarnar vóru leyvur, tarvar og kerúbar, somuleiðis á kantlistunum. Yvir og undir leyvunum og tarvunum vóru kransar, gjørdir soleiðis, at teir hingu niður. Hvør stabbin hevði hjól av kopari við akslum av kopari; og teir fýra føtur hansara høvdu beriarmar; teir vóru stoyptir á niðri undir ílatinum, og mitt fyri hvørjum teirra sótu kransar. Opilsið á tí* var innan fyri kransin og eina alin høgt uppeftir; opilsið á honum** var runt, gjørt sum undirlag, hálvaaðru alin; eisini á opilsi hansara vóru myndir skornar út; men síðuspeglini vóru fýrhyrnt, ikki rund. Tey fýra hjólini sótu undir speglunum, og hjóltapparnir sótu á støbbunum; hvørt hjólið var hálvaaðru alin høgt. Hjólini vóru gjørd sum vagnhjól; tappar, gjarðir, snældur og hjørtu teirra alt var stoypt. Fýra beriarmar vóru á hinum fýra hornunum á hvørjum stabba; beriarmarnir vóru í einum við stabbanum. Uppi á stabbanum var eitt annað stykki, sum var hálva alin høgt og heilt runt, og omantil á stabbanum sótu handtøkini og speglini, sum vóru í einum við honum. Á tí slætta á handtøkunum og á speglunum skar hann út kerúbar, leyvur og pálmar, eftir sum rúm var til á hvørjum teirra, og kransar rundanum. Soleiðis gjørdi hann teir stabbarnar; teir vóru allir stoyptir á sama hátt, høvdu somu stødd og sama skap. So gjørdi hann koparíløt; hvørt ílatið tók bat og var alin í tvørmáli; eitt ílat var á hvørjum av teimum støbbunum. Hann setti stabbar høgrumegin húsið og vinstrumegin, og havið setti hann høgrumegin húsið, móti landsynningi. Framvegis gjørdi Hiram øskubytturnar, eldspakarnar og skálirnar at sletta blóð við. Nú var Hiram liðugur við alt arbeiðið, ið hann gjørdi fyri Sálomo kong til hús HARRANS; tað var: Tvær súlur, og tvær kúlur á súluhøvdunum oman á súlunum; hini bæði ruddu netini, ið fjala skuldu báðar kúlurnar á súluhøvdunum oman á súlunum; hini granateplini á báðum netunum tvey røð av granateplum á hvørjum neti, ið fjala skuldi báðar kúlurnar á súluhøvdunum, sum sótu oman á súlunum; hinir stabbarnir og hini íløtini á støbbunum; havið og hinir tarvarnir undir havinum; øskubytturnar, eldspakarnir og skálirnar at sletta blóð við. Alt hetta, ið Hiram gjørdi fyri Sálomo kong til hús HARRANS, var av blonkum kopari. Á Jordanslættanum læt kongurin tað stoypa, í leirjørðini millum Sukkot og Zartan. Sálomo vigaði einki av hesum; tí tað var so ovurhonds nógv hvat koparið vigaði, varð ikki kannað eftir. Sálomo gjørdi eisini alt tað, ið vera skuldi í húsi HARRANS: Gullaltarið; gullborðið, sum sýnisbreyðini skuldu liggja á; ljósastakarnar, høgrumegin og vinstrumegin framman fyri innhúsið av reinum gulli, og blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli; føtini, knívarnar, skálirnar at sletta blóð við; roykilsisskálirnar og eldpannurnar av reinum gulli; hongslini til hurðarnar í innara rúmi hússins hinum alraheilagasta og til hurðarnar í fremra rúmi hússins hinum heilaga av gulli. Táið nú alt arbeiðið var liðugt, sum Sálomo kongur læt gera til hús HARRANS, læt hann bera inn hagar tað, ið Dávid, faðir hansara, hevði halgað HARRANUM: Silvurið, gullið og íløtini; hann legði tað inn í skattkamar húss HARRANS. KAPITUL Ørkin flutt inn í templið, Tempulvígslan, Nú sendi Sálomo hinum elstu í Ísrael boð og øllum ættarhøvdingunum, høvdum fedrahúsa Ísraelsmanna, at teir skuldu koma saman hjá honum í Jerúsalem at flyta sáttmálaørk HARRANS niðan úr Dávidsbýi, tað er Zion. So savnaðust allir menn í Ísrael hjá Sálomo kongi um høgtíðina í etanim mánaði, tað er í sjeynda mánaði. Táið nú allir hinir elstu í Ísrael vóru komnir, lyftu prestarnir upp ørkina. Og teir bóru ørk HARRANS niðan og samkomutjaldið og øll hini heiløgu amboðini, sum í tjaldinum vóru; tað vóru prestarnir og Levitarnir, ið bóru tað niðan. Sálomo kongur stóð framman fyri ørkina, og við honum øll samkoma Ísraels, sum saman var komin hjá honum; og teir ofraðu slíka mongd av smáfæi og neytum, at ikki stóð til at telja og vita skil á tí. Prestarnir bóru sáttmálaørk HARRANS inn, hagar sum hon skuldi standa í innhúsi tempulsins, hinum alraheilagasta, inn undir veingir kerúbanna. Tí kerúbarnir breiddu veingirnar út yvir, har sum ørkin stóð, so at kerúbarnir frá í erva fjaldu bæði ørkina og stengur hennara. Stengurnar vóru so langar, at endar teirra sóust úr hinum heilaga framman fyri innhúsið, men ikki longur úti. Og har hava tær verið til henda dag. Einki var í ørkini uttan hinar báðar steintalvurnar, ið Móses við Horeb hevði lagt niður í hana ta ferðina ið HARRIN gjørdi sáttmála við Ísraelsmenn, táið teir fóru út av Egyptalandi. Táið prestarnir síðani fóru út úr halgidóminum, fylti skýggið hús HARRANS, so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS. Tá segði Sálomo: ?HARRIN hevur sagt, at Hann skal búgva í bølmyrkrinum. Nú havi eg bygt Tær hús til bústað, eitt stað, har Tú kanst búgva til ævigar tíðir.? Síðani vendi kongurin sær á og signaði alla samkomu Ísraels; men øll samkoma Ísraels stóð. Hann segði: ?Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum við munni Sínum talaði við Dávid, faðir mín, og við hond Síni hevur uppfylt tað, ið Hann lovaði, táið Hann segði: ?Frá tí degi Eg leiddi Ísrael, fólk Mítt, út av Egyptalandi, havi Eg ongan bý í nakrari av øllum ættum Ísraels útvalt, so har skuldi verða bygt hús, navni Mínum til bústað; men Eg útvaldi Dávid at ráða yvir Ísrael, fólki Mínum.? Dávid, faðir mín, hevði í huga at byggja navni HARRANS Guds Ísraels hús; men HARRIN segði við Dávid, faðir mín: ?At tú hevur í huga at byggja navni Mínum hús, tað er beint av tær; tó skal ikki tú byggja húsið; nei, sonur tín, sum út skal ganga úr lendum tínum, hann skal byggja navni Mínum húsið.? Nú hevur HARRIN uppfylt lyftið, ið Hann gav; eg eri komin í stað Dávids, faðir míns, og eri setstur í hásæti Ísraels soleiðis sum HARRIN lovaði eg havi bygt navni HARRANS Guds Ísraels húsið; og har havi eg gjørt ørkini stað til reiðar, henni, sum sáttmáli HARRANS er í, sáttmálin, ið Hann gjørdi við fedrar okkara, táið Hann leiddi teir út av Egyptalandi.? Nú steig Sálomo fram fyri altar HARRANS, meðan øll samkoma Ísraels var hjástødd, breiddi út hendurnar móti himli og segði: ?HARRI Gud Ísraels! Eingin gudur er Tær líkur, í Himli haruppi ella herniðri á jørðini, Tú, sum heldur sáttmála Tín við tænarar Tínar og goymir teimum náði táið teir av øllum hjarta sínum liva fyri ásjón Tíni Tú, sum hevur hildið tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum; Tú lovaði tað við munni Tínum, og við hond Tíni hevur Tú uppfylt tað sum í dag gongur sjón fyri søgn. Halt tá nú, HARRI Gud Ísraels, tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, táið Tú segði: ?Aldri skal fattast maður av avkomi tínum at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón Míni so satt sum synir tínir akta eftir leið síni og liva fyri ásjón Míni, soleiðis sum tú hevur livað fyri ásjón Míni?! Lat tí nú, Gud Ísraels, orðini ganga út, sum Tú talaði við tænara Tín Dávid, faðir mín! Men ber tað til, at Gud býr á jørðini! Himlarnir, ja, Himlar Himlanna, taka Teg ikki hvussu mikið minni tá ikki hetta húsið, ið eg havi bygt! Kortini skalt Tú venda Tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara HARRI Gud mín og hoyra rópið og bønina, ið tænari Tín í dag ber fram fyri ásjón Tína, so eygu Tíni vera opin yvir hesum húsi nátt og dag, yvir staðnum, ið Tú hevur sagt um: ?Navn Mítt skal búgva har? so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður, vendur móti hesum staði. Tú skalt hoyra ta eyðmjúku ákallan, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, senda upp, vend móti hesum staði; Tú skalt hoyra hana, har Tú býrt, í Himli, Tú skalt hoyra og fyrigeva. Táið onkur syndar móti næsta sínum, og teir áleggja honum at gera eið og lata hann svørja kemur hann tá og ger eiðin fyri altari Tínum í hesum húsi, so skalt Tú hoyra tað í Himli og leggja uppí og lata tænarar Tínar fáa rætt teirra Tú skalt døma hin seka sekan og lata gerðir hansara koma yvir hansara egna høvd, og døma hin rættvísa rættvísan og lata hann fáa eftir rættvísi hansara. Táið Ísrael, fólk Títt, liggur undir fyri fíggindum sínum, aftur fyri at tey synda móti Tær, men tey so venda við til Tín, játta navn Títt og í hesum húsi biðja til Tín og bøna Teg um náði, tá skalt Tú hoyra tað í Himli, fyrigeva synd Ísraels, fólks Tíns, og leiða tey aftur til landið, ið Tú gavst fedrum teirra. Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni av tí at Tú eyðmýkir tey tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt læra tey hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga. Táið hungursneyð kemur í landinum, táið pestur kemur, táið kornbrenning og gulnan kemur, grashoppur og gnagarar,* táið fíggindar teirra treingja tey í landinum, har býir teirra liggja táið onkur plága kemur, onkur sjúka um tá okkurt menniskja, ella alt Ísrael, fólk Títt, ber fram bøn ella eyðmjúka ákallan, tí tey, hvørt fyri seg, kenna seg sligin í samvitskuni og tí breiða út hendurnar móti hesum húsi, so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og fyrigeva, útinna verk Títt og geva einum og hvørjum eftir øllum gerðum hansara, av tí at Tú kennir hjarta hansara tí eingin uttan Tú kennir hjarta hvørs menniskjabarns so tey óttast Teg, allar teir dagar tey liva í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara. Eisini um ein fremmandur ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men fyri navns Tíns skuld kemur úr landi langt burtur tí tey fara at hoyra um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín um hann kemur og biður, vendur móti hesum húsi, so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum. Táið fólk Títt fer í bardaga móti fíggindum sínum leiðina ið Tú sendir teir og teir tá biðja til HARRAN, vendir móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum, tá skalt Tú í Himli hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata teir fáa rætt teirra. Táið tey synda móti Tær tí einki menniskja er, sum ikki syndar og Tú verður illur við tey og gevur tey í hendur fíggindans, og teir, ið hertaka tey, fara við teimum til land fíggindans, tað veri nú langt burtur ella nær, men tey so taka sær tað at hjarta í landinum, har tey eru fangar, umvenda seg og bøna Teg um náði í landi teirra, sum halda tey fangað, og siga: ?Vit hava syndað og borið okkum illa at, vit hava verið ógudlig!? um tey nú umvenda seg til Tín av øllum hjarta sínum og av allari sál síni í landi fígginda sína hjá teimum, ið hava leitt tey burtur sum fangar og tey biðja til Tín, vend móti landi sínum, sum Tú gavst fedrum teirra, móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum, so skalt Tú í Himli, har sum Tú býrt, hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata tey fáa rætt teirra, fyrigeva fólki Tínum tað, ið tey hava syndað móti Tær, og øll misbrotini, ið tey hava gjørt móti Tær, og lata tey finna miskunn hjá teimum, ið halda tey fangað, so teir vísa teimum náði. Tey eru jú fólk Títt og ogn Tín, sum Tú leiddi út av Egyptalandi, út úr jarnovninum. Lat eygu Tíni vera opin fyri teirri eyðmjúku ákallan, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, bera fram, so Tú lurtar eftir teimum, hvørja ferð tey rópa til Tín! Tí Tú hevur skilt tey út frá øllum fólkasløgum á jørðini at vera ogn Tína soleiðis sum Tú við tænara Tínum Mósesi segði, táið Tú leiddi fedrar okkara út av Egyptalandi, Harri HARRI!? Táið Sálomo var liðugur at bera fram fyri HARRAN alla hesa bøn og eyðmjúku ákallan, reisti hann seg upp framman fyri altar HARRANS, har sum hann hevði ligið á knæ við hondunum útbreiddum móti himli. Síðani steig hann fram og signaði við harðari rødd alla samkomu Ísraels og segði: ?Lovaður veri HARRIN, sum hevur givið Ísrael, fólki Sínum, frið, soleiðis sum Hann lovaði! Ikki eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið Hann talaði við Mósesi, tænara Sínum. HARRIN Gud okkara veri við okkum, sum Hann hevur verið við fedrum okkara! Hann vendi Sær ikki frá okkum og vraki okkum ikki, men boyggi hjarta okkara til Sín, so vit ganga allar leiðir Hansara og halda boð, fyriskipanir og lógir Hansara, sum Hann gav fedrum okkara! Og henda bøn mín, ið eg eyðmjúkt havi borið fram fyri ásjón HARRANS hon veri dag og nátt HARRANUM Gudi okkara nær, so Hann letur tænara Sín og Ísrael, fólk Sítt, fáa rætt teirra, soleiðis sum hvønn dag tørvar! Tá skulu øll fólk á jørðini sanna, at HARRIN er Gud, Hann og eingin annar. Og hjarta tykkara veri nú heilt við HARRANUM Gudi okkara, so tit liva eftir lógum Hansara og halda boð Hansara eins og í dag!? Kongurin ofraði nú saman við øllum Ísrael sláturoffur fyri ásjón HARRANS. neyt og kríatúr av smáfæi var takkofrið, ið Sálomo bar HARRANUM fram. Soleiðis vígdu kongurin og allir Ísraelsmenn hús HARRANS. Sama dag halgaði kongurin miðpart forgarðsins, ið var framman fyri hús HARRANS; tí har bar hann fram brenniofrið, matofrið og hini feitu stykkini av takkofrunum, av tí at koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS var ov lítið til, at brenniofrið, matofrið og hini feitu stykkini av takkofrunum kundu rúmast á tí. Soleiðis helt Sálomo tá høgtíðina,* og alt Ísrael við honum ein stór mannfjøld, sum var samankomin, frá har sum leiðin liggur til Hamat líka at Egyptalandsá; sjey dagar og uppaftur sjey dagar tilsamans fjúrtan dagar hildu tey høgtíðina fyri ásjón HARRANS Guds okkara. Áttanda dagin læt hann fólkið fara, og tey signaðu kongin og fóru heimaftur, glað og í góðum lagi um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt tænara Sínum Dávidi og Ísrael, fólki Sínum. KAPITUL Harrin opinberar Seg uppaftur fyri Sálomo, Hiram fær býir frá Sálomo, Ymiskt, Sálomo hevur skip, Táið Sálomo var liðugur at byggja hús HARRANS og kongshøllina og alt tað, ið honum hevði verið í huga at gera, opinberaði HARRIN Seg aðru ferð fyri Sálomo, sum Hann hevði opinberað Seg fyri honum í Gibeon. HARRIN segði við hann: ?Eg havi hoyrt bøn og eyðmjúku ákallan tína, sum tú bart fram fyri ásjón Mína; Eg havi halgað hetta hús, ið tú hevur bygt, og skal til ævigar tíðir lata navn Mítt búgva har; og eygu Míni og hjarta Mítt skulu vera har allar dagar. Livir tú nú lív títt fyri ásjón Míni, soleiðis sum Dávid, faðir tín, gjørdi, við reinum og sonnum hjarta, so tú gert alt tað, ið Eg havi álagt tær, og heldur boð Míni og lógir Mínar, so skal Eg til ævigar tíðir staðfesta hásæti kongadóms tíns í Ísrael soleiðis sum Eg lovaði Dávidi, faðir tínum, táið Eg segði: ?Aldri skal saknast í hásæti Ísraels ein av eftirkomarum tínum.? Men venda tit tykkum burtur frá Mær, tit og børn tykkara, so tit halda ikki boðini og lógirnar, ið Eg havi lagt fyri tykkum, men fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir, so skal Eg oyða Ísrael úr landinum, ið Eg havi givið teimum; húsið, ið Eg havi halgað navni Mínum, skal Eg blaka burtur frá ásjón Míni; og Ísrael skal verða til orðtak og spott millum øll fólk. Og hvussu høgt ið hetta hús so verður ein og hvør, ið kemur fram við tí, skal ógvast og háða; og spyr tá onkur: ?Hví hevur HARRIN gjørt so við hetta land og hetta hús?? so skal verða svarað: ?Tí tey vendu HARRANUM Gudi sínum bakið, Honum, sum leiddi fedrar teirra út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, tilbóðu og dýrkaðu teir tí hevur HARRIN latið hesa vanlukku komið yvir tey.?? Táið nú tey árini vóru gingin, sum Sálomo hevði brúkt til at byggja húsini bæði, hús HARRANS og kongshøllina, gav Sálomo Hiram kongi í Týrus býir í Galilea honum, ið hevði hjálpt honum við sedrisviði, syprisviði og gulli, so nógvum sum hann vildi hava. Men táið Hiram kom úr Týrus at hyggja at býunum, ið Sálomo hevði givið honum, dámdi honum teir ikki. Hann segði: ?Hvat eru hetta fyri býir, ið tú hevur givið mær, bróðir!? Og hann rópti teir Kabulsland* sum teir eita enn í dag. Men Hiram sendi konginum talentir av gulli. Við pliktarbeiðsmonnunum, ið Sálomo kongur tók út til at byggja hús HARRANS, hús sítt, Millo, múrarnar um Jerúsalem, Hazor, Megiddo og Gezer við teimum var tað so: Farao, kongurin í Egyptalandi var farin avstað og hevði tikið Gezer, sett eld á tað, dripið Kána'anitar, sum í býnum búðu, og givið dóttur síni, konu Sálomo, býin í heimanfylgju; men Sálomo bygdi Gezer upp aftur; somuleiðis bygdi hann upp aftur Niðara-Bet-Horon. Ba'alat, Tadmor í oyðimørkini har í landinum, allar býirnar, sum hann hevði goymslur í, vagnbýirnar, býirnar til hestfólkið og alt annað, ið hann fekk hug at byggja, bæði í Jerúsalem, á Libanon og í øllum ríki sínum. Alt fólkið, ið eftir var av Amoritum, Hetitum, Perizitum, Hevitum og Jebusitum teir, ið ikki hoyrdu til Ísraelsmenn eftirkomarar teirra, sum enn vóru í landinum eftir teir, av tí at Ísraelsmenn høvdu ikki verið mentir at sláa teir við banni, teir tók Sálomo út til trælir við arbeiðsskyldu sum teir eru enn í dag. Men av Ísraelsmonnum gjørdi Sálomo ongan til træl; teir vóru hermenn og embætismenn, høvdingar og kappar hjá honum og høvdingar yvir hervagnum og hestmonnum hansara. Arbeiðsformenn Sálomos vóru í tali; teir vóru yvir monnunum, ið gjørdu arbeiðið. Við tað sama sum dóttir Farao var farin úr Dávidsstaði í húsið, sum hann hevði bygt henni, fór hann undir at byggja Millo. Tríggjar ferðir um árið ofraði Sálomo brennioffur og takkoffur á altarinum, ið hann hevði reist HARRANUM, og hann brendi roykilsi á altarinum, ið stóð fyri ásjón HARRANS og hevði nú húsið liðugt. Sálomo kongur læt eisini smíða skip í Ezjon-Geber, sum liggur við Elot á Reyðahavsstrond í Edomslandi. Hiram læt menn sínar, royndar sjómenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomos. Teir fóru til Ofir og førdu gull haðani, talentir hetta førdu teir Sálomo kongi heim. KAPITUL Drotningin í Saba vitjar Sálomo, Ríkidømi Sálomos, Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo og tað, hann hevði gjørt fyri navn HARRANS, kom hon at royna hann við gátum. Hon kom til Jerúsalem við stórum fylgi, við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; táið hon var komin til Sálomo, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta. Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var konginum loynt, nei, hann svaraði henni uppá alt. Táið drotningin í Saba sá allan vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt, rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran. Hon segði við kongin: ?Satt var tað, ið eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín! Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú eg havi ikki frætt helvtina! Tú ert vísari og lukkuligari, enn eg havi frætt um teg. Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, sum altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín! Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði gleði av tær, so Hann setti teg í hásæti Ísraels! Tí at HARRIN til ævigar tíðir elskar Ísrael, tí setti Hann teg til kong at fremja rætt og rættvísi.? Síðani gav hon konginum talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri síðani er komin slík mongd av kryddurtum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi. Men eisini skip Hirams, tey, sum førdu gull úr Ofir, vóru komin haðani við stórari mongd av sandelviði og dýrum steinum. Av sandelviðinum læt kongurin gera lutir, sum til hoyrdu í húsi HARRANS og í kongshøllini, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; aldri síðani er so nógvur sandelviður komin í landið ella sæddur har. Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt, ið hon vildi hava og bað um, umframt gávurnar, ið sømdi so mætum kongi sum Sálomo at geva henni. So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum. Vektin av gullinum, ið Sálomo fekk í eitt ár, var talentir umframt tað, ið kom inn frá handilsmonnunum, gjøgnum handil keypmannanna, frá øllum kongunum í Arabia og frá landshøvdingum landsins. Sálomo kongur læt gera stórar skjøldir av slignum gulli seklar av gulli fóru í hvønn skjøldin og smáar skjøldir av slignum gulli tríggjar minur av gulli fóru í hvønn skjøldin og kongurin læt leggja teir í Libanonskóghús. Kongurin læt eisini gera stórt hásæti av fílabeini og klæddi tað við reinum gulli. Hásætið hevði seks trin, og omantil var tað rundað fyri aftan; báðumegin setrið vóru armar, og tætt við armarnar stóðu tvær leyvur; báðumegin tey seks trinini stóðu tólv leyvur. Slíkt hevur aldri verið gjørt í nøkrum øðrum kongaríki. Øll drekkiíløt Sálomos kongs vóru av gulli, og øll íløtini í Libanonskóghúsi vóru av fínum gulli; einki var av silvuri tað var einki mett á døgum Sálomos. Tí kongurin hevði tarsisskip, sum sigldu saman við skipum Hirams; triðjahvørt ár komu tarsisskipini heim, fermd við gulli, silvuri, fílabeini, apum og páfuglum. Sálomo kongur gjørdist størri enn allir kongar á jørðini í ríkidømi og vísdómi. Úr øllum londum komu tey at síggja Sálomo kong og hoyra vísdóm hansara, sum Gud hevði lagt í hjarta hansara; øll høvdu tey gávur við: Silvuríløt, gullíløt, klæði, vápn, kryddurtir, hestar og múldýr; soleiðis gekk ár eftir ár. Sálomo fekk sær nógvar hervagnar og hestmenn; hann hevði hervagnar og hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerúsalem hjá sær. Kongurin gjørdi í Jerúsalem silvur líka vanligt sum grót og sedrisvið líka vanligan sum morberjatrøini í láglendinum. Hestarnir, ið Sálomo fekk sær, komu úr Egyptalandi; keypmenn, ið kongurin sendi avstað, komu nú og tá við einum flokki fyri ásett virði; hvør vagnur, ið teir fóru eftir og fluttu inn úr Egyptalandi, kostaði seklar av silvuri, og hvør hestur Á sama hátt fóru teir eisini hagar eftir vagnum og hestum fyri allar hetitakongarnar og kongarnar í Áram. KAPITUL Konur Sálomo, Avgudadýrkan hansara, Harrin reisir honum upp mótstøðumenn, Sálomo doyr, Men Sálomo kongur elskaði nógvar fremmandar kvinnur aðrar enn dóttur Farao móabitiskar, ammonitiskar, edomitiskar, zidoniskar, hetitiskar kvinnur av fólkasløgunum, ið HARRIN hevði sagt um við Ísraelsmenn: ?Tit mugu ikki hava við tey at gera, og tey ikki við tykkum; annars fara tey vissuliga at draga hjarta tykkara til gudar sínar!? Til teirra helt Sálomo seg og elskaði tær. Hann hevði konur prinsessur og hjákonur; og konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá HARRANUM. Táið Sálomo varð gamal, drógu konur hansara hjarta hansara til fremmandar gudar, og hjarta hansara var ikki longur heilt við HARRANUM Gudi hansara, soleiðis sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið. Sálomo helt seg tá til Astartu, gudinnu Zidoninga, og Milkom, viðurstygd Ammonita. Soleiðis gjørdi Sálomo tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og fylgdi ikki trúliga HARRANUM eftir, soleiðis sum Dávid, faðir hansara, hevði gjørt. Sálomo reisti tá Kamos, viðurstygd Móabs, offurheyggj á fjallinum, ið stendur beint yvir av Jerúsalem, og somuleiðis Molok, viðurstygd Ammonita. Og soleiðis gjørdi hann fyri allar hinar fremmandu konur sínar, sum brendu roykilsi fyri gudum sínum og ofraðu til teirra. Tá varð HARRIN illur við Sálomo, tí hann hevði vent hjarta sínum burtur frá HARRANUM Gudi Ísraels, sum tvær ferðir hevði opinberað Seg fyri honum, og sum hevði lagt honum hetta so eina við, ikki at halda seg til fremmandar gudar men hann hevði ikki hildið tað, ið HARRIN hevði álagt honum. HARRIN segði tí við Sálomo: ?Eftirsum so er vorðið við tær, og tú hevur ikki hildið sáttmála Mín og lógir Mínar, sum Eg havi givið tær, so skal Eg ríva ríkið frá tær og lata tænara tín fáa tað. Men fyri Dávids, faðirs tíns, skuld skal Eg ikki gera tað, meðan tú ert á lívi frá syni tínum skal Eg ríva ríkið. Tó skal Eg ikki ríva alt ríkið frá honum; eina ætt skal Eg lata son tín fáa fyri Dávids, tænara Míns, skuld, og fyri Jerúsalems skuld, sum Eg havi útvalt.? So vakti HARRIN Sálomo upp mótstøðumann, Hadad Edomit; hann var av kongsættini í Edom. Ta ferðina ið Dávid var í bardaga við Edom, og Jóab, herhøvdingin, fór hagar at jarða hinar falnu og drap alt mannkyn í Edom í seks mánaðir vóru Jóab og alt Ísrael har, inntil hann hevði týnt alt mannkyn í Edom tá flýddi Hadad við nøkrum edomitiskum monnum, sum hoyrdu til tænarar faðirs hansara, og tók leiðina til Egyptalands Hadad var tá lítil smádrongur. Teir hildu avstað úr Midjan og komu til Paran; úr Paran tóku teir menn við sær og komu so til Egyptalands, til Farao, kongin í Egyptalandi; hann læt hann fáa hús, lovaði honum dagliga føði og gav honum jørð. Og við tað at Farao kom at halda serliga nógv um Hadad, læt hann hann fáa konusystur sína systur Tapenes drotning til konu. Við systur Tapenes fekk hann sonin Genubat, og táið Tapenes hevði vant barnið av brósti í húsi Faraos, varð Genubat verandi í húsi Faraos millum Faraos egnu børn. Táið nú Hadad í Egyptalandi frætti, at Dávid hevði lagt seg til hvíldar hjá fedrum sínum, og at Jóab, herhøvdingin, var deyður, segði hann við Farao: ?Lova mær avstað, so eg kann fara heim til land mítt!? Farao segði við hann: ?Hvat fattast tær her hjá mær, síðani tú vilt sleppa heim til land títt?? Hann svaraði: ?Einki men tú mást endiliga lova mær avstað!? Gud vakti Sálomo upp ein annan mótstøðumann, Rezon son Eljada, sum var flýddur frá harra sínum, Hadadezer, konginum í Zoba. Hann savnaði menn um seg og gjørdist høvdingi yvir einum ránsflokki, ta ferðina ið Dávid drap teir;* og teir** fóru til Damaskus og settust niður har og gjørdu seg til harrar í Damaskus. Hann var mótstøðumaður Ísraels, so leingi sum Sálomo var á lívi, og bæði hann og Hadad gjørdu Ísrael mein. Hann hataði Ísrael og gjørdist kongur í Áram. So var eisini ein av tænarum Sálomos, Jeroboam, sonur Nebat, Efra'imitur úr Zereda; móðir hansara æt Zerua og var einkja. Eisini hann reisti seg móti konginum. Grundin til at hann reisti seg móti konginum, var henda: Sálomo tókst tá við at byggja Millo hann ætlaði at byggja aftur í skarðið, sum var á býi Dávids, faðirs hansara. Nú var Jeroboam dugnaligur maður, og táið Sálomo sá, at hesin ungi maður var raskur arbeiðsmaður, setti hann hann yvir alt arbeiðið, ið hús Jósefs hevði at gera. Um hesa somu tíðina bar so á, einaferð ið Jeroboam fór avstað úr Jerúsalem, tá hitti Ahia profetur úr Silo hann á vegnum; hann* var í nýggjum kappa, og teir báðir vóru tveireinir á markini. Tá tók Ahia tann nýggja kappan, sum hann var í, og skræddi hann í tólv stykki. So segði hann við Jeroboam: ?Tak tær tíggju stykki! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg skræði ríkið úr hond Sálomos og gevi tær tíggju ættir; eina ætt skal hann sleppa at hava fyri tænara Míns Dávids skuld og fyri Jerúsalems skuld, tí tann býin havi Eg útvalt av øllum ættum Ísraels. Hetta skal Eg gera, aftur fyri at tey hava vent Mær bakið og tilbiðið Astartu, gudinnu Zidoninga, Kamos, gud Móabs, og Milkom, gud Ammonita, og hava ikki gingið leiðir Mínar og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum, hava ikki hildið lógir Mínar og boð Míni soleiðis sum Dávid, faðir hansara, gjørdi. Tó skal Eg einki av ríkinum taka frá honum sjálvum, men lata hann vera høvdinga alla tíð sína fyri Dávids, tænara Míns, skuld, hann, ið Eg útvaldi, og sum helt boð Míni og lógir Mínar. Frá syni hansara skal Eg taka ríkið og geva tær tað, tíggju ættir. Syni hansara skal Eg tó geva eina ætt, so tænari Mín Dávid altíð kann hava lampu fyri ásjón Míni í Jerúsalem, býnum, ið Eg havi útvalt Mær at lata navn Mítt búgva har. Men teg skal Eg taka og lata ráða yvir øllum, ið teg lystir, og tú skalt vera kongur yvir Ísrael. Ert tú tá lýðin í øllum, sum Eg gevi tær boð um, gongur leiðir Mínar og gert tað, sum rætt er í eygum Mínum, so tú heldur lógir Mínar og boð Míni soleiðis sum tænari Mín Dávid gjørdi so skal Eg vera við tær og reisa tær hús, ið stendur fast soleiðis sum Eg gjørdi fyri Dávid og Eg skal geva tær Ísrael. Men ætt Dávids skal Eg eyðmýkja aftur fyri hetta, ið gjørt er tó ikki við alla.? Sálomo lá nú Jeroboam eftir lívinum; men Jeroboam fór avstað og flýddi til Egyptalands, til Sisak, kongin í Egyptalandi, og hann varð í Egyptalandi, inntil Sálomo doyði. Tað, ið annars er at siga um Sálomo, um alt tað, ið hann gjørdi, og um vísdóm hansara, tað er skrivað í krønikubók Sálomos. Tíðin, ið Sálomo var kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael, var ár. So legðist Sálomo til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í býi Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Rehabeam tók ríkið eftir hann. KAPITUL Ríkið fer í tvíningar, Semaja profeterar, Gullkálvarnir, Rehabeam fór til Sikem; tí alt Ísrael var komið til Sikem at gera hann til kong. Men táið Jeroboam, sonur Nebat, frætti hetta hann var enn í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomo kongi, og búði tí í Egyptalandi; men teir sendu boð hagar eftir honum at koma heim tá komu hann og øll samkoma Ísraels og søgdu so við Rehabeam: ?Faðir tín gjørdi ok okkara svárt; lætt tú nú um ta hørðu tænastu og tað tunga ok, ið faðir tín legði á okkum, so skulu vit tæna tær!? Hann svaraði teimum: ?Farið avstað og steðgið tríggjar dagar komið so aftur higar til mín!? Fólkið fór tá. Rehabeam kongur ráðførdi seg nú við hinar gomlu, sum høvdu staðið í tænastu hjá Sálomo, faðir hansara, táið hann livdi; hann spurdi teir: ?Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?? Teir svaraðu honum: ?Um tú í dag ert hesum fólki til vildar, gert, sum teir siga við teg, og svarar teimum við góðum orðum, so verða teir tænarar tínir allar dagar.? Men hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu løgdu honum, men ráðførdi seg við teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, og sum nú stóðu í tænastu hjá honum. Hann spurdi teir: ?Hvat ráða tit okkum at svara hesum fólki, ið hevur sagt við meg: ?Lætt um okið, ið faðir tín legði á okkum!?? Teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, svaraðu honum: ?So skalt tú siga við hetta fólk, sum segði við teg: ?Faðir tín gjørdi ok okkara svárt, men lætt tú okkum um tað!? so skalt tú siga við teir: ?Lítlifingur mín er tjúkkari enn lendar faðirs míns! Hevur nú pápi lagt svárt ok á tykkum, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!?? Jeroboam og alt fólkið komu nú til Rehabeam triðja dagin sum kongurin hevði sagt: ?Komið aftur til mín um tríggjar dagar!? Og tá gav kongurin fólkinum hart svar; hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu høvdu lagt honum, men svaraði teimum, sum teir ungu høvdu rátt til: ?Hevur pápi gjørt ok tykkara svárt, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!? Kongurin lurtaði tá ikki eftir fólkinum HARRIN beindi tað so, fyri at orð Hansara skuldi ganga út, tað, ið HARRIN við Ahia úr Silo hevði talað við Jeroboam, son Nebat. Táið nú alt Ísrael sá, at kongurin lurtaði ikki eftir teimum, svaraði fólkið konginum hetta: ?Hvønn lut eiga vit í Dávidi! Vit hava ongan part í syni Ísai! Til tjøld tíni, Ísrael! Síggj nú sjálvur til hús títt, Dávid!? So fór alt Ísrael heimaftur. Men yvir teimum Ísraelsmonnum, sum búðu í býunum í Juda, yvir teimum varð Rehabeam kongur. Tá sendi Rehabeam kongur Adoram hann, ið var yvir pliktarbeiðsmonnunum út til teirra; men alt Ísrael steinaði hann til deyða, og Rehabeam kongur sjálvur noyddist at skunda sær upp í vagn sín og flýggja til Jerúsalem. Soleiðis fall Ísrael frá húsi Dávids og so hevur verið til henda dag. Men táið alt Ísrael frætti, at Jeroboam var afturkomin, sendu teir boð eftir honum at koma á tingið, og teir gjørdu hann til kong yvir øllum Ísrael; eingin helt seg til hús Dávids uttan bert ætt Juda. Táið Rehabeam var komin til Jerúsalem, savnaði hann saman alt hús Juda og ætt Benjamins, útvaldar hermenn, til at berjast við hús Ísraels og vinna Rehabeam, syni Sálomo, ríkið aftur. Tá kom orð Guds til Semaja gudsmann; Hann segði: ?Sig við Rehabeam, son Sálomo, kongin í Juda, og við alt hús Juda og hús Benjamins og hitt fólkið: ?So sigur HARRIN: Tit skulu ikki fara og berjast við brøður tykkara, Ísraelsmenn! Vendið við aftur, hvør heim til sín sjálvs! Tí hetta, ið hent hevur, er komið frá Mær.?? Og teir aktaðu orð HARRANS; teir vendu við og fóru leið sína, sum HARRIN hevði sagt. Jeroboam víggirdi Sikem á Efra'imsfjøllum og búsettist har; seinni fór hann haðani og víggirdi eisini Penuel. Men Jeroboam hugsaði við sær sjálvum: ?Sum nú gongur, kemur ríkið skjótt aftur til hús Dávids! Táið hetta fólk ferðast til Jerúsalem at bera fram offur í húsi HARRANS, vendist hjarta teirra aftur til Rehabeam, harra teirra, kongin í Juda, og so fara teir at drepa meg og fara aftur til Rehabeam, kongin í Juda.? Kongurin helt nú ráð, og so læt hann gera tveir gullkálvar og segði við fólkið: ?Nóg leingi hava tit nú ferðast til Jerúsalem; hygg, her eru gudar tínir, Ísrael, teir, ið førdu teg út av Egyptalandi!? Annan læt hann seta í Betel og annan í Dan. Hetta varð til synd; fólkið fór líka til Dan at stíga fram fyri annan teirra. Hann bygdi eisini hús á offurheyggjunum og gjørdi frá hond prestar av fólkinum menn, sum ikki hoyrdu til Levitarnar. Og Jeroboam helt høgtíð tann fimtanda í áttanda mánaði eins og høgtíðina í Juda* og hann ofraði á altarinum; soleiðis gjørdi hann í Betel; hann ofraði til kálvarnar, ið hann hevði latið gera, og hann læt teir, ið hann hevði gjørt til prestar við offurheyggjarnar, gera tænastu í Betel. Hann ofraði á altarinum, ið hann hevði latið gera í Betel, tann fimtanda í áttanda mánaði tí mánaðinum, ið hann hevði valt eftir sínum egna tykki. Tá helt hann høgtíð fyri Ísraelsmonnum og ofraði á altarinum og brendi roykilsi. KAPITUL Gudsmaðurin úr Juda og profeturin í Betel, Jeroboam vendir ikki við, Men tá kom eftir boði HARRANS ein gudsmaður úr Juda til Betel júst sum Jeroboam stóð við altarið og skuldi brenna roykilsi. Hann rópti eftir boði HARRANS móti altarinum: ?Altar! Altar! So sigur HARRIN: Sonur skal verða føddur húsi Dávids, Josias skal hann eita; hann skal á tær ofra prestar offurheyggjanna, teir, ið brenna roykilsi á tær, og menniskjabein skulu verða brend á tær.? Samstundis kunngjørdi hann tekin og segði: ?Hetta er tekinið fyri, at HARRIN hevur talað: Altarið skal rivna, og øskan, ið á tí er, skal stoytast niður!? Táið Jeroboam kongur hoyrdi orðini, ið gudsmaðurin rópti móti altarinum í Betel, rætti hann út hondina frá altarinum og segði: ?Takið hann!? Men hondin, ið hann rætti út móti honum, visnaði, so hann fekk ikki tikið hana at sær aftur. Og altarið rivnaði, og øskan stoyttist niður av altarinum; hetta var tekinið, ið gudsmaðurin eftir boði HARRANS hevði kunngjørt. Tá tók kongurin til orða og segði við gudsmannin: ?Bøna HARRAN Gud tín og bið fyri mær, at eg skal fáa tikið hondina at mær aftur!? Gudsmaðurin bønaði nú HARRAN, og kongurin fekk tikið hondina at sær aftur hon varð, sum hon hevði verið áður. Nú segði kongurin við gudsmannin: ?Kom heim við mær og fá okkurt at styrkja teg við, og loyv mær at geva tær eina gávu!? Men gudsmaðurin svaraði konginum: ?Um tú so gavst mær hálvt hús títt, kom eg kortini ikki heim við tær; á hesum staði vil eg hvørki eta ella drekka! Tí hetta boð havi eg fingið við orði HARRANS: ?Tú mást hvørki eta ella drekka,* og tú skalt ikki fara heimaftur, somu leið sum tú komst.?? Síðani fór hann burtur ein annan veg hann fór ikki avstað aftur, somu leið sum hann var komin til Betel. Nú búði í Betel gamal profetur; sonur hansara kom og segði honum alt tað, ið gudsmaðurin hevði gjørt í Betel henda dagin, og orðini, ið hann hevði talað við kongin. Táið teir* høvdu sagt faðir sínum hetta, spurdi hann teir: ?Hvønn veg fór hann?? Tí synir hansara høvdu sæð, hvørja leið hann var farin, gudsmaðurin, ið komin var úr Juda. Tá segði hann við synir sínar: ?Saðlið mær eslið!? Teir saðlaðu honum nú eslið, og hann setti seg á tað og reið avstað aftan á gudsmanninum. Hann hitti hann sitandi undir eini eik, og hann spurdi hann: ?Ert tú gudsmaðurin, ið komin er úr Juda?? Hann svaraði: ?Ja, tað eri eg!? Tá segði hann við hann: ?Kom til hús við mær og fá tær ein bita at eta!? Men hann svaraði: ?Eg kann ikki venda aftur við tær og koma heim við tær; eg vil hvørki eta ella drekka við tær á hesum staði. Tí orð kom til mín frá HARRANUM: ?Tú mást hvørki eta ella drekka har, og tú mást ikki fara avstað aftur, somu leið sum tú komst.?? Tá segði hann við hann: ?Eg eri profetur við, eins og tú, og eingil hevur við orði HARRANS sagt við meg: ?Fá hann aftur við tær, heim til tín, so hann kann fáa sær at eta og drekka!?? Men hetta leyg hann fyri honum. So vendi hann tá aftur við honum og át og drakk heima hjá honum. Men meðan teir sótu við borðið, kom orð HARRANS til profetin, ið hevði fingið hann aftur við sær, og hann rópti til gudsmannin, ið komin var úr Juda: ?So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú vart orði HARRANS ólýðin og heltst ikki boðið, ið HARRIN Gud tín gav tær, men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, ið Hann hevði sagt við teg um: ?Har mást tú hvørki eta ella drekka!? so skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!? Táið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum eslið profetinum, ið hann hevði fingið aftur við sær. Hann fór so avstað; men á vegnum kom leyva ímóti honum og drap hann; lík hansara lá slongt har á vegnum, og eslið stóð hjá tí; eisini leyvan stóð har hjá líkinum. Nakrir menn komu nú framvið; teir sóu líkið, ið lá slongt har á vegnum, og leyvuna, ið stóð hjá líkinum; táið teir komu til býin, har sum hin gamli profeturin búði, søgdu teir hetta har. Táið profeturin, ið hevði fingið hann aftur av leið hansara, hoyrdi hetta, segði hann: ?Tað er gudsmaðurin, ið var orði HARRANS ólýðin; HARRIN hevur afturfyri latið leyvuna fáa fatur á honum, so hon hevur skrætt hann sundur og dripið hann, eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við hann.? Síðani segði hann við synir sínar: ?Saðlið mær eslið!? Táið teir so høvdu saðlað tað, fór hann avstað og fann lík hansara liggjandi slongt har á vegnum og eslið og leyvuna standandi hjá líkinum; leyvan hevði hvørki etið líkið ella skrætt eslið sundur. Profeturin tók nú lík gudsmansins upp, legði tað á eslið og fór heimaftur við tí; og hesin gamli profeturin fór inn í bý sín at halda syrgihátíð eftir hann og jarða hann. Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og tey hildu syrgihátíð eftir hann og róptu: ?Á bróðir mín!? Táið hann nú hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: ?Táið eg doyggi, skulu tit jarða meg í grøvini, sum gudsmaðurin er jarðaður í; tit skulu leggja bein míni hjá beinum hansara. Tí orðið skal ganga út, sum hann eftir boði HARRANS rópti móti altarinum í Betel og móti øllum halgidómum offurheyggjanna í býum Samaria.? Men heldur ikki hetta fekk Jeroboam at venda við av óndu leið síni; hann helt við at taka menn frá hond av fólkinum til prestar við offurheyggjarnar; hann innsetti* hvønn, ið hug hevði til tað, til prest við heyggjarnar. Hetta varð húsi Jeroboams til synd og voldi, at tað varð týnt av jørðini, og endi gjørdur á tí. KAPITUL Ahia profeterar móti húsi Jeroboams, Jeroboam doyr, Rehabeam í Juda, Um hesa tíðina varð Abia, sonur Jeroboam, sjúkur. Tá segði Jeroboam við konu sína: ?Tak tú og klæð teg í annan búna, so eingin kennir, at tú ert kona Jeroboam, og far til Silo! Har býr Ahia profetur, hann, ið kunngjørdi mær, at eg skuldi verða kongur yvir hesum fólki. Hav við tær tíggju breyð, nakað av køku og krukku við hunangi, og far inn til hansara! Hann sigur tær, hvussu fer at verða við dronginum.? Kona Jeroboam so gjørdi; hon helt avstað, fór til Silo og kom inn hjá Ahia. Ahia sá einki; eygu hansara vóru farin av elli. Men HARRIN hevði sagt við Ahia: ?Nú kemur kona Jeroboam at vita, hvat tú fert at siga um son hennara, sum sjúkur er; so og so skalt tú svara henni. Men táið hon kemur, fer hon at látast fremmand.? Táið nú Ahia hoyrdi hana ganga, í tí hon kom um dyrnar, segði hann: ?Kom inn, kona Jeroboam! Hví letst tú fremmand? Mær er álagt at kunngera tær hørð tíðindi. Far og sig við Jeroboam: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg lyfti teg upp mitt úr fólkinum og setti teg til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum, reiv ríkið av húsi Dávids og gav tær tað; men tú hevur ikki verið sum tænari Mín Dávid, ið helt boð Míni og fylgdi Mær eftir av øllum hjarta sínum, so hann eina gjørdi tað, sum beint var í eygum Mínum; nei, tú hevur borið teg verri at enn allir teir, ið undan tær hava verið; tú ert farin og hevur gjørt tær aðrar gudar og stoyptar myndir og hevur soleiðis vakt vreiði Mína, og Meg hevur tú kastað aftur um bak. Tí lati Eg vanlukku koma yvir hús Jeroboams og skal týna av ætt Jeroboams alt mannkyn, bæði smáar og stórar, í Ísrael; Eg skal sópa burt hús Jeroboams, sum skarn verður sópað burt, inntil tað við alla er úti við honum. Tann av ætt Jeroboams, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta; tí so hevur HARRIN talað.? Reis tú teg nú og far heim! Táið fótur tín stígur inn í býin, doyr barnið! Og alt Ísrael skal halda syrgihátíð eftir hann; hann skal vera tann einasti av húsi Jeroboams, sum kemur í grøv tí hann er tann einasti í húsi Jeroboams, sum nakað gott fyri HARRANUM Gudi Ísraels er funnið hjá. Men HARRIN skal reisa Sær upp kong yvir Ísrael, sum eftir einum degi skal oyða hús Jeroboams. Tó hvat sigi eg! Tað er longu so! Og HARRIN skal sláa Ísrael, so tað verður sum sevið, ið leggur seg higar og hagar í vatninum; Hann skal rykkja Ísrael upp úr hesum góða landi, ið Hann gav fedrum teirra, og stroya tey um hinumegin Ánna* aftur fyri at tey hava gjørt sær Asjerur og soleiðis vakt vreiði HARRANS. Hann skal geva Ísrael í fíggindavald aftur fyri syndirnar, ið Jeroboam hevur gjørt, og sum hann hevur fingið Ísrael at gera.? Tá reistist kona Jeroboam og fór avstað og kom til Tirza; og í tí hon steig inn um gátt hússins, doyði drongurin. Hann varð so jarðaður; og alt Ísrael helt syrgihátíð eftir hann eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænara Sínum, Ahia profeti. Tað, ið annars er at siga um Jeroboam, um hernaðir hansara og um, hvussu hann stjórnaði, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Tíðin, ið Jeroboam var kongur, var ár; so legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Nadab tók ríkið eftir hann. Rehabeam, sonur Sálomo, var kongur í Juda; hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem, býnum, ið HARRIN hevði útvalt av øllum ættum Ísraels til at lata navn Sítt búgva har; móðir hansara var ammonitisk og æt Na'ama. Juda gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; við syndunum, ið tey gjørdu, eggjaðu tey Hann til vreiði, meir enn fedrar teirra høvdu gjørt. Eisini teir gjørdu sær offurheyggjar, minnissteinar og Asjerur á øllum høgum hæddum og undir hvørjum grønum træi; ja, enntá mansskøkjur* vóru í landinum teir tóku eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. Men fimta árið ið Rehabeam var kongur, kom Sisak, kongurin í Egyptalandi, móti Jerúsalem. Hann tók skattirnar í húsi HARRANS og skattirnar í kongshøllini alt samalt tók hann, eisini allar gullskjøldirnar, ið Sálomo hevði latið gera. Í teirra stað læt Rehabeam kongur gera koparskjøldir og læt høvuðsmonnunum fyri lívvaktini teir upp í hendur, sum hildu vakt við dyr kongshallarinnar. Hvørja ferð kongurin fór inn í hús HARRANS, bóru vaktarmenninir teir og fóru síðani aftur í vaktarstovuna við teimum. Tað, ið annars er at siga um Rehabeam, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Millum Rehabeam og Jeroboam var alla tíðina ófriður. So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum. Móðir hansara var ammonitisk og æt Na'ama. Sonur hansara Abiam tók ríkið eftir hann. KAPITUL Abiam í Juda, Asa í Juda, Nadab í Ísrael, Baesa í Ísrael, Átjanda árið ið Jeroboam, sonur Nebat, sat við stýrið, varð Abiam kongur yvir Juda. ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Ma'aka; hon var dóttir Abisalom. Hann livdi í øllum syndunum, sum faðir hansara hevði gjørt fyri honum; hjarta hansara var ikki heilt við HARRANUM, Gudi hansara, sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið. Men fyri Dávids skuld læt HARRIN Gud hansara hann hava lampu í Jerúsalem; Hann reisti son hansara upp eftir hann og læt Jerúsalem verða standandi aftur fyri at Dávid hevði gjørt tað, sum rætt var í eygum HARRANS og aldri í lívinum vikið frá nøkrum av tí, sum Hann hevði álagt honum uttan viðvíkjandi Uria Hetiti. Millum Rehabeam og Jeroboam var ófriður, so leingi sum hann livdi. Tað, ið annars er at siga um Abiam, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Eisini millum Abiam og Jeroboam var ófriður. So legðist Abiam til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði; og sonur hansara Asa tók ríkið eftir hann. Tjúgunda árið ið ísraelskongur Jeroboam sat við stýrið, varð Asa kongur yvir Juda. ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Ma'aka; hon var dóttir Abisalom. Asa gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, eins og Dávid, faðir hansara, hevði gjørt. Hann rak mansskøkjurnar av landinum og fekk burtur allar avgudarnar, ið fedrar hansara høvdu gjørt. Um tað so var Ma'aku, móður sína, setti hann hana av sum drotning, aftur fyri at hon hevði gjørt eina ræðuliga skurðmynd fyri Asjeru; Asa høgdi niður ræðuligu skurðmynd hennara og brendi hana í Kidronsdali. Víst hildu offurheyggjarnir við at vera; men hjarta Asa var kortini heilt við HARRANUM alla tíð hansara. Hann læt flyta inn í hús HARRANS bæði tað, ið faðir hansara hevði halgað, og tað, ið hann sjálvur hevði halgað silvur, gull og íløt. Millum Asa og Baesa kong í Ísrael var ófriður alla tíð teirra. Baesa kongur í Ísrael kom ímóti Juda og víggirdi Rama, so at eingin maður skuldi sleppa inn ella út hjá Asa kongi í Juda. Tá tók Asa alt silvurið og gullið, sum eftir var í skattkømurum húss HARRANS, og somuleiðis skattirnar í kongshøllini, og gav tænarum sínum tað upp í hendur; síðani sendi Asa kongur teir til Benhadad kong í Áram, sum búði í Damaskus og var sonur Tabrimmon, son Hezjon, við hesum orðum: ?Sáttmáli er jú millum meg og teg, eins og var millum faðir mín og faðir tín. Her sendi eg tær gávu í silvuri og gulli brót nú sáttmála tín við Baesa kong í Ísrael, so hann fer burtur frá mær!? Benhadad gjørdi, sum Asa segði, sendi herhøvdingar sínar móti býum Ísraels og tók Ijon, Dan, Abel-Bet-Ma'aka og alt Kinneret, somuleiðis alt Naftaliland. Táið Baesa frætti hetta, gav hann uppat at víggirða Rama og helt seg síðani í friði í Tirza. Men Asa kongur stevndi saman øllum monnum í Juda eingin var undantikin og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Baesa hevði nýtt, táið hann víggirdi Rama; við hesum víggirdi Asa kongur Geba í Benjamin og Mizpa. Tað, ið annars er at siga um Asa, um øll stórverk hansara, um alt, ið hann gjørdi, og býirnar, ið hann bygdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Men á elliárum varð hann sjúkur í fótunum. So legðist Asa til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í staði Dávids, faðirs síns; og sonur hansara Jósafat tók ríkið eftir hann. Nadab, sonur Jeroboam, varð kongur yvir Ísrael, annað árið ið judakongur Asa sat við stýrið, og hann stýrdi Ísrael ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gekk somu leið sum faðir sín og livdi í synd hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera. Men Baesa, sonur Ahia, av húsi Issakars, fekk í lag samansvørjing móti honum, og Baesa drap hann við Gibbeton, sum Filistarar áttu, meðan Nadab og alt Ísrael hildu Gibbeton kringsett. Baesa drap hann, triðja árið ið Asa kongur í Juda sat við stýrið, og tók so ríkið eftir hann. Og táið hann var vorðin kongur, drap hann alt hús Jeroboams; hann læt ikki livandi sál verða eftir av húsi Jeroboams, men oyddi tað eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænara Sínum Ahia úr Silo aftur fyri syndirnar, ið Jeroboam hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, og tí hann hevði vakt vreiði HARRANS Guds Ísraels. Tað, ið annars er at siga um Nadab, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Millum Asa og Baesa kong í Ísrael var ófriður alla tíð teirra. Triðja árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Baesa, sonur Ahia, kongur yvir øllum Ísrael, og ár stýrdi hann í Tirza. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, steig í fótaspor Jeroboams og livdi í synd hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera. KAPITUL Framhald, Ela í Ísrael, Zimri í Ísrael, Tibni, Omri í Ísrael, Akab í Ísrael, Jeriko upp aftur bygt, Men orð HARRANS kom til Jehu, son Hanani, um Baesa; Hann segði: ?Eg lyfti teg úr dustinum og setti teg til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum; men tú hevur gingið leið Jeroboams og fingið Ísrael, fólk Mítt, at synda, so tey vekja vreiði Mína við syndum sínum; tí skal Eg nú sópa burt Baesa og hús hansara og gera við hús títt, sum Eg gjørdi við hús Jeroboams, sonar Nebats; tann av ætt Baesa, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann av ætt hansara, sum doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta!? Tað, ið annars er at siga um Baesa, um tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Baesa til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Tirza, og sonur hansara Ela tók ríkið eftir hann. Men orð HARRANS var við Jehu profeti, syni Hanani, komið yvir Baesa og hús hansara, ikki bert fyri alt tað illa, ið hann gjørdi fyri eygum HARRANS, táið hann við handaverkum sínum vakti vreiði Hansara, so hann var húsi Jeroboams líkur, men eisini aftur fyri at hann gjørdi enda á húsi Jeroboams. Sætta og tjúgunda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Ela, sonur Baesa, kongur yvir Ísrael, og ár stýrdi hann í Tirza. Tá fekk tænari hansara Zimri, sum var høvuðsmaður yvir aðrari helvtini av hervagnunum, samansvørjing í lag móti honum; og einaferð hann í Tirza hevði drukkið seg fullan inni hjá Arza hallarstjóra í Tirza, kom Zimri hagar og drap hann tað var sjeynda og tjúgunda árið, ið Asa kongur í Juda sat við stýrið og tók so ríkið eftir hann. Táið hann var vorðin kongur og sat í hásæti sínum, drap hann alt hús Baesa; hann læt ongan av mannkyni av fólki hansara liva eftir, hvørki næstu skyldmenn hansara ella vinir hansara. Soleiðis oyddi Zimri alt hús Baesa eftir orðinum, ið HARRIN við Jehu profeti hevði talað við Baesa aftur fyri allar syndirnar, ið Baesa og sonur hansara Ela høvdu gjørt, og sum teir høvdu fingið Ísrael at gera, so tey við tómu gudum sínum høvdu vakt vreiði HARRANS Guds Ísraels. Tað, ið annars er at siga um Ela, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Sjeynda og tjúgunda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Zimri kongur yvir Ísrael og stýrdi í Tirza dagar, meðan fólkið helt Gibbeton, sum Filistarar áttu, kringsett. Táið nú fólkið, meðan teir hildu tað kringsett, fekk at frætta, at Zimri hevði fingið samansvørjing í lag og hevði dripið kongin, gjørdi alt Ísrael sama dag har í tilhaldinum Omri, herhøvdingan, til kong yvir Ísrael. So helt Omri við øllum Ísrael avstað frá Gibbeton og kringsetti Tirza. Og táið Zimri sá, at býurin var tikin, fór hann inn í borg kongshallarinnar og setti eld á kongshøllina yvir høvdinum á sær; soleiðis doyði hann aftur fyri syndirnar, ið hann hevði gjørt, at hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gekk leið Jeroboams og livdi í syndunum, sum hann hevði gjørt, og soleiðis fekk Ísrael at synda. Tað, ið annars er at siga um Zimri og um samansvørjingina, sum hann fekk í lag, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Nú býtti fólkið Ísrael seg í tvíningar; onnur helvtin av fólkinum helt við Tibni, syni Ginat, og gjørdi hann til kong, og onnur helt við Omri. Men teir, ið hildu við Omri, fingu yvirhond yvir teimum, ið hildu við Tibni, syni Ginat; og Tibni doyði, og Omri varð kongur. Fyrsta og tríatinda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, varð Omri kongur yvir Ísrael, og hann stýrdi ár. Í Tirza stýrdi hann ár. Hann keypti Samariafjall frá Semer fyri tvær talentir av silvuri; og hann bygdi bý á fjallinum og kallaði hann Samaria eftir Semer, ið fjallið hevði átt. Omri gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, ja, hann bar seg verri at enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið. Hann gekk allar leiðirnar, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gingið, og livdi í syndum hansara, sum hann hevði fingið Ísrael at gera, so tey við tómu gudum sínum vaktu vreiði HARRANS Guds Ísraels. Tað, ið annars er at siga um Omri, um tað, ið hann gjørdi, og um stórverkini, ið hann útinti, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Omri til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Samaria; og sonur hansara Akab tók ríkið eftir hann. Akab, sonur Omri, varð kongur yvir Ísrael, áttanda og tríatinda árið ið judakongur Asa sat við stýrið, og ár stýrdi Akab, sonur Omri, Ísrael í Samaria. Akab, sonur Omri, gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, meir enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið. Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba'al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba'al og tilbiðja hann. Hann reisti Ba'al altar í ba'alstemplinum, sum hann hevði bygt í Samaria. Akab læt eisini gera Asjeru, og hann gjørdi mangt annað, ið vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels; hann bar seg verri at enn nakar av kongunum í Ísrael, sum undan honum høvdu verið. Á døgum hansara bygdi Hiel úr Betel Jeriko upp aftur; táið hann legði grundina, misti hann Abiram, frumborna son sín, og táið hann reisti portrini, misti hann Segub, yngsta son sín eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Josva, syni Nun. KAPITUL Elias fyri Akab, Við Krit, Hjá einkjuni í Zarepta, Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: ?So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!? Síðani kom orð HARRANS til hansara; Hann segði: ?Far avstað hiðani, tak leiðina eystureftir og krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan! Tú skalt drekka úr løkinum, og Eg havi givið ravnunum boð um at fáa tær føði hagar.? Hann fór nú og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt; hann fór til løkin Krit, sum var eystan fyri Jordan, og varð har; ravnarnir bóru honum breyð og kjøt bæði morgun og kvøld, og hann drakk úr løkinum. Men táið ein tíð var gingin, tornaði løkurin upp; tí einki regn kom í landinum. Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði: ?Reis teg og far til Zarepta, sum hoyrir til Zidon, og verð har! Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg.? Hann reistist so og fór til Zarepta. Táið hann kom at býportrinum, fekk hann eyga á einkju, ið gekk og sankaði brenni; hann rópti til hennara: ?Far mær eftir ílati við einum vatnsopa, og gev mær at drekka!? Táið hon nú fór eftir tí, rópti hann aftan á henni: ?Tak eisini breyðbita við til mín!? Men hon svaraði: ?So satt sum HARRIN Gud tín livir eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðakvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!? Tá segði Elias við hana: ?Óttast ikki! Far heim og ger tað til, sum tú sigur! Ger mær bert fyrst eitt lítið breyð av tí og kom út til mín við tí! Síðani kanst tú gera tær og syni tínum nakað til. Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Mjølkrukkan skal ikki verða tóm, og oljan skal ikki verða uppi í krússinum, líka til tann dag ið HARRIN gevur regn á jørðini!? Hon fór nú og gjørdi, sum Elias hevði sagt; og tey høvdu mat, bæði hon sjálv og hann og hús hennara, langa tíð. Mjølkrukkan varð ikki tóm, og oljan varð ikki uppi í krússinum eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Eliasi. Men nakað eftir hetta, nú varð sonur konuna, ið húsið átti, sjúkur; og hann versnaði so av sjúkuni, at hann til endan ikki andaði longur. Tá segði hon við Elias: ?Hvat havi eg við teg at gera, gudsmaðurin! Tú ert komin til mín at minna á synd mína og volda syni mínum deyðan!? Hann svaraði henni: ?Fá mær son tín higar!? So tók hann hann úr fangi hennara, bar hann upp á loftið, har sum kamar hansara var, og legði hann á song sína. Og hann rópti til HARRAN og segði: ?HARRI Gud mín! Er tað álvara, at Tú fert at gera so illa við hesa einkju, ið eg gisti hjá, at Tú letur son hennara doyggja?? Síðani strekti hann seg tríggjar ferðir út yvir drongin og rópti til HARRAN: ?HARRI Gud mín! Lat sálina í hesum drongi koma í hann aftur!? HARRIN hoyrdi bøn Eliasar; sál drongsins kom í hann aftur, so at hann livnaði upp aftur. So tók Elias drongin og bar hann av loftinum niður í húsið, gav móðurini hann og segði: ?Hygg sonur tín livir!? Tá segði kvinnan við Elias: ?Nú veit eg, at tú ert gudsmaður, og at orð HARRANS í munni tínum er sannleiki!? KAPITUL Elias og Obadja, Elias fyri Akab, Á Karmel, Regnið kemur, Langa tíð eftir hetta triðja árið kom orð HARRANS til Elias; Hann segði: ?Far og stíg fram fyri Akab so skal Eg lata regna á jørðini!? Elias fór tá avstað, at stíga fram fyri Akab. Men hungursneyðin var svár í Samaria. Nú sendi Akab boð eftir Obadja, hallarstjóra sínum. Obadja óttaðist HARRAN stórliga; ta ferðina Jesabel beindi fyri profetum HARRANS, hevði Obadja tikið profetar og fjalt teir í tveimum hellum, mans í hvørjum hellinum, og sæð til, at teir fingu nóg mikið av breyði og vatni. Akab segði nú við Obadja: ?Ferðast um landið til allar keldur og løkir! Kanska vit finna gras, so vit fáa hildið lívinum í hestum og múldýrum og sleppa frá at drepa nøkur av kríatúrunum.? Teir býttu so millum sín landið, ið teir skuldu ferðast um; Akab tók eina leið fyri seg, og Obadja tók aðra leið fyri seg. Meðan Obadja nú var á ferðini, fekk hann at síggja Elias, sum kom ímóti honum; hann kendi hann aftur og fall niður á andlit sítt og segði: ?Er tað tú, harri mín Elias!? Hann svaraði: ?Ja, tað eri eg! Far og sig harra tínum, at Elias er her!? Tá segði hann: ?Hvat havi eg syndað, síðani tú gevur tænara tín í hendur Akabs, so hann drepur meg! So satt sum HARRIN Gud tín livir: Ikki er tað fólk ella ríki til, sum harri mín hevur ikki sent boð til at leita eftir tær; og táið teir søgdu: ?Her er hann ikki!? so tók hann hetta ríki ella fólk í eið, at tú vart ikki at finna har. Og nú sigur tú: ?Far og sig harra tínum, at Elias er her!? Og so verður, at táið eg nú skiljist frá tær, rykkir Andi HARRANS teg burtur, hagar sum eg ikki veit; táið eg tá komi og sigi hatta við Akab, og hann so finnur teg ikki, drepur hann meg! Og tænari tín hevur kortini óttast HARRAN, líka frá tí eg var ungur! Hevur harri mín ikki frætt, hvat eg gjørdi, ta ferðina ið Jesabel drap profetar HARRANS? Tá fjaldi eg av profetum HARRANS í tveimum hellum, mans í hvørjum hellinum, og sá til, at teir høvdu nóg mikið av breyði og vatni. Og nú sigur tú: ?Far og sig harra tínum, at Elias er her!? Og so drepur hann meg!? Men Elias svaraði: ?So satt sum HARRIN Gud herskaranna livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg skal stíga fram fyri hann í dag!? Obadja fór nú ímóti Akab og segði hetta við hann; og Akab fór ímóti Eliasi. Táið Akab fekk Elias at síggja, segði hann við hann: ?Er tað tú tú, sum fært vanlukku at koma yvir Ísrael!? Hann svaraði: ?Tað eri ikki eg, ið havi fingið vanlukku at koma yvir Ísrael, nei, tað er tú og ætt tín, tit, sum hava vent HARRANUM bakið og halda tykkum til Ba'alarnar! Men send nú boð og savna mær alt Ísrael saman á Karmelsfjalli, eisini hinar ba'alsprofetarnar og hinar asjeruprofetarnar, ið eta við borð Jesabelar!? Akab sendi tá boð um til allar Ísraelsmenn og gav profetunum boð um at koma saman á Karmelsfjalli. Har steig Elias fram fyri alt fólkið og segði: ?Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er HARRIN Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba'al Gud, so haldið tykkum til hansara!? Fólkið ønti honum ikki aftur. Nú segði Elias við fólkið: ?Eg eri tann einasti av profetum HARRANS, sum eftir er, og profetar Ba'als eru mans. Latið okkum nú fáa tveir tarvar! Latið so teir velja sær annan tarvin og skera hann sundur og leggja hann á brennið men eld mugu teir ongan leggja við! Eg skal so gera hin tarvin til og leggja hann á brennið men ongan eld leggja við. Ákallið tit so navn guds tykkara eg skal ákalla navn HARRANS! Tann Gud, ið svarar við eldi, Hann er hin sanni Gud.? Alt fólkið svaraði: ?Hatta var væl talað!? Síðani segði Elias við profetar Ba'als: ?Verið tit nú fyrr tit eru jú mannsterkari veljið tykkum annan tarvin og gerið hann til, og ákallið so navn guds tykkara! Men eld mugu tit ongan leggja við!? Teir tóku so tarvin, ið hann fekk teimum, gjørdu hann til og ákallaðu frá morgni til middags navn Ba'als og róptu: ?Svara okkum, Ba'al!? Men einki ljóð hoyrdist; har var eingin, ið svaraði; og teir hinkaðu rundan um altarið, ið teir høvdu reist. Táið middagur var komin, speirak Elias teir og segði: ?Rópið harðari! Hann er jú Gud hann man sita burtur í øðrum heimi ella vera farin avsíðis ella vera farin eina ferð ella kanska hann svevur so man hann fara at vakna!? Teir róptu nú enn harðari; og sum siður var hjá teimum, særdu teir likam síni við svørðum og spjótum, so blóðið rann av teimum. Táið farið var um middag, vórðu teir frá sær sjálvum, og hetta vardi við, líka til matofrið verður borið fram; men ikki hoyrdist ljóð; har var eingin, ið svaraði, og eingin, ið aktaði eftir teimum. Tá segði Elias við alt fólkið: ?Komið higar til mín!? Táið so alt fólkið var komið yvir til hansara, reisti hann upp aftur altar HARRANS, sum niður hevði verðið rivið. Elias tók tólv steinar eftir tali ætta sona Jákups, hansara, ið hetta orð HARRANS var komið til: ?Ísrael skal vera navn títt.? Av hesum steinum reisti hann í navni HARRANS altar og gjørdi grøv rundan um altarið, so stóra, sum tvær seur av sáði høvdu farið í. Síðani legði hann brennið til rættis og skar tarvin sundur og legði hann oman á viðin. So segði hann: ?Fyllið fýra krukkur við vatni og stoytið tað út yvir brenniofrið og brennið!? Hann segði: ?Gerið tað eina ferð enn!? Og teir gjørdu tað aðru ferð. Tá segði hann: ?Gerið tað triðju ferð!? Og teir gjørdu tað triðju ferð. Vatnið rann rundan um altarið, og eisini grøvina fylti hann við vatni. Men um ta tíðina matofrið verður borið fram, steig Elias profetur fram og segði: ?HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat í dag verða sannað, at Tú ert Gud í Ísrael, og at eg eri tænari Tín, og at tað er eftir boði Tínum, eg havi gjørt alt hetta! Svara mær, HARRI, svara mær, so hetta fólk kann sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og at Tú vendir hjarta teirra aftur til Tín!? Tá fall eldur HARRANS niður; hann gjørdi enda á brenniofrinum, brenninum, grótinum og svørðinum og turkaði upp vatnið, sum í grøvini var. Hetta sá alt fólkið; og teir fullu niður á andlit sítt og søgdu: ?Tað er HARRIN, sum er Gud! Tað er HARRIN, sum er Gud!? Men Elias segði við teir: ?Takið profetar Ba'als, latið ikki ein teirra sleppa!? Og teir tóku teir, og Elias fór við teimum oman at Kisonsløki og læt teir drepa har. Síðani segði Elias við Akab: ?Far nú niðan og et og drekk! Tí eg hoyri ljóð av regni.? Akab fór so niðan at eta og drekka; men Elias fór niðan á Karmelstind og boygdi seg til jarðar við andlitinum millum knøini. So segði hann við tænara sín: ?Far niðan og hygg út í havið!? Hann fór niðan og hugdi út, men segði: ?Einki er at síggja!? Sjey ferðir segði hann: ?Far avstað aftur!? Sjeyndu ferðina, tá segði hann: ?Nú stígur lítið skýggj, til støddar sum manshond, upp úr havsbrúnni.? Tá segði hann: ?Far avstað og sig við Akab: ?Set hestarnar fyri vagnin og far oman, meðan framkomandi er fyri regni!?? Eftir eini løtu var himmalin svartur av stormskýggjum, og ógvuligt regn kom. Akab fór upp í vagn sín og helt avstað til Jizre'el; men hond HARRANS kom yvir Elias; hann gyrdi lendar sínar og rann undan Akab líka til Jizre'el. KAPITUL Elias flýggjar, Opinberingin við Horeb, Elisa verður kallaður, Akab segði nú Jesabel frá øllum, ið Elias hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði. Tá sendi Jesabel Eliasi boð og læt siga: ?Gudarnir lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um eg ikki um hesa tíðina í morgin geri við lív títt, sum gjørt er við lív teirra!? Tá fall ræðsla á hann; hann gjørdi seg til og helt avstað fyri at bjarga lívinum; og hann kom til Be'erseba, sum hoyrir til Juda; har læt hann tænara sín eftir, og sjálvur fór hann dagsferð út í oyðimørkina, setti seg undir gývilrunn har, ynskti sær deyðan og segði: ?Nú er nóg mikið! Tak nú lív mítt, HARRI, tí eg eri ikki betri enn fedrar mínir!? So legðist hann at sova undir gývilrunninum. Men eingil nam við hann og segði við hann: ?Reis teg og et!? Táið hann hugdi rundan um seg, fekk hann at síggja, at har sum høvd hansara hevði ligið, lá køka, bakað á heitum steinum, og har stóð krukka við vatni. Hann fekk sær tá at eta og drekka og legðist síðani aftur. Men eingil HARRANS kom uppaftur og nam við hann, aðru ferð, og segði: ?Reis teg og et! Annars verður vegurin tær ov langur.? Hann reistist tá og fekk sær at eta og drekka, og styrktur av hesi máltíð gekk hann dagar og nætur, líka til Horeb, fjall Guds. Har fór hann inn í helli og varð har ta náttina. Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði við hann: ?Hvat vilt tú her, Elias?? Hann svaraði: ?Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.? Hann segði: ?Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!? So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum; eftir jarðskjálvtan kom eldur men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð. Táið Elias hoyrdi tað, helt hann kappan fyri andlitið og fór út og stóð við hellismunnan. Og nú talaði rødd við hann og segði: ?Hvat vilt tú her, Elias?? Hann svaraði: ?Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.? Tá segði HARRIN við hann: ?Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram! Jehu, son Nimsi, skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg. Og so skal verða, at tann, ið sleppur undan svørði Hazaels, skal Jehu drepa, og tann, ið sleppur undan svørði Jehu, skal Elisa drepa. Men Eg skal lata verða eftir í Ísrael hvørt knæ, ið ikki hevur boygt seg fyri Ba'al, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.? Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Safat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann. Tá fór hann frá oksunum, leyp aftan á Eliasi og segði: ?Loyv mær fyrst at heilsa pápa og mammu so skal eg koma við tær!? Hann svaraði: ?Far bert aftur tú veitst jú, hvat eg havi gjørt við teg!? Hann skiltist tá frá honum og vendi aftur; og hann tók og drap oksaparið, hevði oksaokini at kóka kjøtið við og gav fólkinum tað at eta. Síðani gjørdi hann seg til og fór við Eliasi og varð tænari hansara. KAPITUL Akab vinnur tvær ferðir sigur á Benhadad. Benhadad kongur í Áram savnaði allan her sín, og hann hevði við sær kongar við hestum og vagnum; hann kom og kringsetti Samaria og herjaði á tað. Hann sendi nú boð inn í býin til Akab kong í Ísrael og læt siga við hann: ?So sigur Benhadad: ?Silvur og gull títt hoyrir mær til, og tey bestu av konum og børnum tínum, tey hoyra mær til.?? Kongurin í Ísrael svaraði: ?Tað er, sum tú sigur, harri kongurin eg og alt, ið mítt er, hoyrir tær til!? Men sendiboðini komu aftur og søgdu: ?So sigur Benhadad: ?Eg sendi tær boð og læt siga: ?Silvur og gull títt, konur og børn tíni skalt tú lata meg fáa.? So sendi eg nú um hesa tíðina í morgin tænarar mínar til tín; teir skulu rannsaka hús títt og hús tænara tína; og alt, ið gleðir eygu tíni, skulu teir taka og hava avstað við sær.?? Tá sendi ísraelskongur boð eftir øllum hinum elstu í landinum og segði: ?Har síggja tit, at hann hevur ilt í huga móti okkum! Hann sendi boð til mín eftir konum og børnum mínum, silvuri og gulli mínum, og eg sýtti honum tað ikki!? Allir hinir elstu og alt fólkið svaraðu honum: ?Tú mást ikki lurta eftir honum og ikki geva eftir!? Hann segði tá við sendiboð Benhadads: ?Sigið við harra mín kongin: ?Alt, ið tú fyrru ferð sendi tænara tínum boð um, skal eg gera; men hetta kann eg ikki gera!?? Við hesum svari fóru sendiboðini aftur til hansara. Tá sendi Benhadad honum boð og læt siga: ?Gudarnir lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um dustið í Samaria skal vera upp í nevarnar á øllum fólkinum, sum er í fylgi við mær!? Men ísraelskongur læt svara: ?Tann, ið gyrðir seg við belti, eigur ikki at rósa sær sum tann, ið loysir tað av sær!? Táið Benhadad fekk hetta svar júst sum hann sat og drakk í leyvhúsunum saman við kongunum segði hann við menn sínar: ?Gerið tykkum til reiðar!? Og teir gjørdu seg til reiðar at halda á býin. Tá steig profetur fram fyri Akab kong í Ísrael og segði: ?So sigur HARRIN: Sært tú alla hesa stóru mannamúgvu! Eg gevi hana í hendur tínar í dag, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN.? Akab spurdi: ?Við hvørjum?? Hann svaraði: ?So sigur HARRIN: Við monnum landshøvdinganna.? Nú spurdi hann: ?Hvør skal leypa á?? Hann svaraði: ?Tú!? Hann kannaði tá menn landshøvdinganna, og teir vóru síðani kannaði hann allan herin, allar Ísraelsmenn, mans. Um middagin gjørdu teir so álop út, meðan Benhadad sat og drakk seg druknan í leyvhúsunum, hann og hinir kongarnir, ið vóru komnir honum til hjálpar. Menn landshøvdinganna hildu fyrst avstað. Njósnararnir, ið Benhadad hevði sent út, bóru honum nú boð: ?Menn koma út úr Samaria.? Tá segði hann: ?Hvørt teir eru komnir út at biðja um frið, ella teir eru komnir út til bardaga, so takið teir livandi!? Teir hildu tá út úr býnum, menn landshøvdinganna og herurin, ið eftir teimum fylgdi, og teir høgdu niður hvør sín mann; Áramearar flýddu, og Ísrael elti teir. Men Benhadad kongur í Áram slapp á hesti, hann og nakrir aðrir hestmenn. Nú fór ísraelskongur út og tók bæði hestarnar og vagnarnar sum herfong og vann stóran sigur á Áramearum. Men profeturin steig fram fyri ísraelskong og segði við hann: ?Menn teg nú, og hugsa væl um, hvat tú skalt gera! Tí næsta ár heldur áramskongur á teg aftur!? Tænarar áramearakongs søgdu nú við hann: ?Gudar teirra eru fjallagudar, tí vunnu teir okkum; men berjast vit við teir niðri á slættanum, vinna vit óivað sigur á teimum. Ger nú hetta: Set allar kongarnar av, og set landshøvdingar aftur í stað teirra! Fá tær síðani sjálvur ein her, líka stóran sum hin, ið tú misti, og fá tær líka nógvar hestar og vagnar aftur! Lat okkum so berjast við teir niðri á slættanum, tá fara vit óivað at vinna teir!? Hann fylgdi ráðum teirra og gjørdi so. Árið eftir kannaði Benhadad Áramearar og helt til Afek í bardaga við Ísrael. Eisini Ísraelsmenn vórðu kannaðir og fingu mat við og hildu so móti teimum; Ísraelsmenn tóku støðu beint yvir av teimum eins og tvey smá fylgi av geitum; men landið var fult av Áramearum. Tá steig ein gudsmaður fram fyri ísraelskong og segði: ?So sigur HARRIN: Aftur fyri at Áramearar hava sagt, at HARRIN er fjallagud og ikki dalagud, so skal Eg geva alla hesa stóru mannamúgvu í hendur tínar, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.? Teir høvdu nú tikið støðu, hvør beint yvir av øðrum, og sjey dagar gingu; sjeynda dagin kom tað til bardaga, og Ísraelsmenn feldu eftir einum degi mans av fótfólki av Áramearum. Teir, ið eftir vóru, flýddu til Afek inn í býin; men múrurin fall oman yvir teir menninar, ið eftir vóru. Benhadad flýddi eisini inn í býin og rann har úr einum kamari inn í annað. Tá søgdu tænarar hansara við hann: ?Vit hava hoyrt, at kongarnir yvir húsi Ísraels eru mildir kongar; lat okkum binda okkum sekk um lendarnar og tog um høvdið og fara út til ísraelskong! Kanska hann letur teg sleppa at liva.? So bundu teir sekk um lendarnar og tog um høvdið, og táið teir komu til ísraelskong, søgdu teir: ?Tænari tín Benhadad sigur: ?Lat meg sleppa at liva!?? Hann svaraði: ?Er hann á lívi enn? Hann er bróðir mín!? Hetta hildu menninir vera gott merki, og teir skundaðu sær at taka hann á orði og søgdu: ?Ja, Benhadad er bróðir tín!? Tá segði hann: ?Farið eftir honum!? So kom Benhadad út til hansara, og hann læt hann koma upp í vagnin til sín. Benhadad segði nú við hann: ?Býirnar, ið faðir mín tók frá faðir tínum, skal eg lata aftur, og tú kanst gera tær gøtur í Damaskus, eins og faðir mín gjørdi í Samaria.? ?Við hesum korum?, segði Akab, ?skal eg lata teg sleppa.? Hann gjørdi so sáttmála við hann og læt hann sleppa. Men ein av profetalærisveinunum segði eftir boði HARRANS við ein annan: ?Slá meg!? Maðurin vildi tó ikki sláa hann. Tá segði hann við hann: ?Aftur fyri at tú aktaði ikki rødd HARRANS, skal leyva drepa teg, táið vit skiljast.? Og táið hann fór frá honum, kom leyva ímóti honum og drap hann. So møtti hann øðrum manni og segði: ?Slá meg!? Og maðurin sló hann og særdi hann. Síðani fór profeturin og stóð á vegnum fyri konginum; men hann gjørdi seg ókenniligan við at binda fyri eyguni. Táið nú kongurin kom framvið, rópti hann á kongin: ?Tænari tín var farin við í bardagan; men í tí sama kom maður haðani til mín við øðrum manni og segði: ?Ansa eftir hesum manni! Sleppur hann burtur, so skalt tú svara fyri lív hansara við tínum egna lívi, ella skalt tú bøta talent av silvuri.? Men við tað at tænari tín hevði okkurt at gera her og har, slapp maðurin burtur.? Tá segði ísraelskongur við hann: ?Tú ert dømdur tú hevur sjálvur felt dómin!? Nú skundaði hann sær at taka bindið frá eygunum, og ísraelskongur kendi hann, at hann var ein av profetunum. Hann segði nú við kongin: ?So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú lætst tann mann sleppa úr hondum tínum, sum Eg hevði lýst í bann, skalt tú svara fyri lív hansara við tínum egna lívi og fyri fólk hansara við tínum egna fólki.? Tá fór ísraelskongur heim, í ringum hýri og illur, og kom til Samaria. KAPITUL Víngarður Nabots. Nakað eftir hetta hendi tað, ið nú skal verða sagt frá. Nabot Jizre'elitur hevði víngarð í Jizre'el, tætt við eina høll, sum Akab kongur í Samaria átti. Akab bar upp á mál við Nabot og segði: ?Lat meg fáa víngarð tín, so eg kann hava hann til maturtagarð hann liggur jú tætt við hús mítt! Eg skal lata teg fáa betri víngarð fyri hann ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa virði hansara í peningi.? Men Nabot svaraði Akab: ?HARRIN lati vera langt frá mær at geva tær fedraarv mín!? Tá fór Akab heim, í ringum hýri og illur um svarið, ið Nabot Jizre'elitur hevði givið honum, táið hann segði: ?Eg lati teg ikki fáa fedraarv mín!? Hann legðist í songina, snaraði sær móti bróstinum og vildi ikki eta. Nú kom kona hansara Jesabel inn og segði við hann: ?Hví ert tú so illa hýrdur og vilt ikki eta?? Hann svaraði: ?Eg tosaði við Nabot Jizre'elit og segði við hann: ?Lat meg fáa víngarð tín fyri pening ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa ein annan víngarð fyri hann!? Men hann svaraði: ?Eg lati teg ikki fáa víngarð mín!?? Tá segði kona hansara Jesabel við hann: ?Er tað tú, sum ert kongur í Ísrael nú! Kom upp, fá tær at eta og ver í góðum lagi! Eg skal gera, at tú fært víngarð Nabots Jizre'elits!? Hon skrivaði nú bræv í navni Akabs og innsiglaði tað við innsiglisringi hansara; so sendi hon brævið til hinar elstu og hinar fremstu menninar, sum Nabot búði ímillum í býnum, har sum hann búði. Í brævinum skrivaði hon so: ?Lýsið føstu, og latið Nabot sita fremstan millum fólkið! Latið so tveir níðingar setast beint yvir av honum; teir skulu vitna móti honum og siga: ?Tú hevur bannað Gudi og kongi!? Leiðið hann síðani út og steinið hann í hel!? Menninir í býnum, hinir elstu og hinir fremstu menninir, sum búðu í býi hansara, gjørdu, sum Jesabel hevði sent teimum boð um, soleiðis sum skrivað stóð í brævinum, ið hon hevði sent teimum. Teir lýstu føstu og lótu Nabot sita fremstan millum fólkið; síðani komu níðingarnir báðir og settust beint yvir av honum; og níðingarnir vitnaðu móti Nabot, so fólkið hoyrdi, og søgdu: ?Nabot hevur bannað Gudi og kongi!? So leiddu teir hann út um býin og steinaðu hann í hel. Teir sendu nú Jesabel boð og lótu siga: ?Nabot er steinaður í hel.? Táið Jesabel hoyrdi, at Nabot var steinaður í hel, segði hon við Akab: ?Kom upp og tak víngarð Nabots Jizre'elits í ogn, hann, ið hann vildi ikki lata teg fáa fyri pening! Nabot livir ikki longur hann er deyður.? Við tað sama sum Akab hoyrdi, at Nabot var deyður, fór hann upp og fór oman í víngarð Nabots Jizre'elits at taka hann í ogn. Men orð HARRANS kom til Elias Tisbit; Hann segði: ?Ger teg til og far ímóti Akab ísraelskongi, sum býr í Samaria! Hann er nú í víngarði Nabots; hann er farin oman hagar at taka hann í ogn. Tú skalt siga hetta við hann:?So sigur HARRIN: Hevur tú nú bæði myrt og tikið í ogn!? Sig framvegis við hann: ?So sigur HARRIN: Á sama staði sum hundarnir leptu blóð Nabots, skulu hundarnir eisini leppa blóð títt!?? Tá segði Akab við Elias: ?Hevur tú funnið meg, fíggindi mín!? Hann svaraði: ?Ja, Eg havi funnið teg aftur fyri at tú hevur selt teg sjálvan at gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS! Tí skal Eg lata vanlukku koma yvir teg, sópa teg burt og týna alt mannkyn av ætt Akabs, bæði stórar og smáar, í Ísrael. Eg skal gera við hús títt sum við hús Jeroboams, sonar Nebats, og við hús Baesa, sonar Ahia, aftur fyri at tú hevur vakt vreiði Mína, og aftur fyri at tú hevur fingið Ísrael at synda. Eisini um Jesabel hevur HARRIN talað hesi orð: Hundarnir skulu eta Jesabel við múr Jizre'els. Tann av ætt Akabs, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta.? Eingin hevur heldur verið sum Akab, hann ið seldi seg at gera tað, sum ónt var í eygum HARRANS, fyri tað at kona hansara Jesabel eggjaði hann til tað. Atburður hansara var ovurhonds viðurstyggiligur; hann helt seg til avgudarnar, júst sum Amoritar høvdu gjørt, teir, ið HARRIN rak burtur fyri Ísraelsmonnum. Táið Akab hoyrdi hesi orð, skræddi hann klæði síni, bant sekk um bera kropp sín og fastaði; og hann svav í sekki og gekk stillisliga. Tá kom orð HARRANS til Elias Tisbit; Hann segði: ?Hevur tú sæð, hvussu Akab eyðmýkir seg fyri Mær? Aftur fyri at hann eyðmýkir seg fyri Mær, skal Eg ikki lata vanlukkuna koma, meðan hann livir; á døgum sonar hansara skal Eg lata vanlukkuna koma yvir hús hansara.? KAPITUL Jósafat og Akab fara í hernað saman. Akab fellur, Jósafat í Juda, Ahazja í Ísrael, Nú hildu teir seg í friði trý ár; ikki var ófriður millum Áram og Ísrael. Men triðja árið fór Jósafat kongur í Juda at finna ísraelskong. Tá segði ísraelskongur við tænarar sínar: ?Vita tit ikki, at tað eru vit, sum eiga Ramot í Gilead? Og vit látast ikki um vón og taka tað ikki frá áramskongi!? So segði hann við Jósafat: ?Kemur tú við mær í hernað móti Ramot í Gilead?? Jósafat svaraði ísraelskongi: ?Sum tú, so eg, sum fólk títt, so fólk mítt, sum hestar tínir, so hestar mínir!? Men Jósafat segði framvegis við ísraelskong: ?Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur!? Ísraelskongur sendi tá boð eftir profetunum, úti við monnum, og spurdi teir: ?Skal eg fara og herja á Ramot í Gilead, ella skal eg sláa av?? Teir svaraðu: ?Far! Harrin skal geva tað í hendur kongsins.? Men Jósafat spurdi: ?Er her eingin profetur HARRANS eftir, sum vit kunnu spyrja?? Ísraelskongur svaraði Jósafat: ?Her er ein maður enn, sum vit kunnu spyrja HARRAN við; men eg hati hann, av tí at hann aldri spáar mær gott, men eina ilt; tað er Mika, sonur Jimla.? Men Jósafat segði: ?Kongurin má ikki tosa so!? Tá rópti ísraelskongur ein hirðmann og segði: ?Skunda tær eftir Mika, syni Jimla!? Ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda sótu, skrýddir í kongaklæðum, hvør í sínum hásæti, á treskiplássi uttan fyri portrið í Samaria; og allir profetarnir spáaðu framman fyri teir. Zedekias, sonur Kena'ana, gjørdi sær nú horn av jarni og segði: ?So sigur HARRIN: Við hesum skalt tú stanga Áramearar, inntil endi er á teimum!? Og allir profetarnir spáaðu hetta sama og søgdu: ?Far móti Ramot í Gilead! Eydnan skal vera við tær, og HARRIN skal geva tað í hendur kongsins.? Boðið, ið farið var eftir Mika, segði við hann: ?Profetarnir hava allir sum ein spáað kongi gott; lat nú orð tíni vera eins og teirra, og spáa gott!? Mika svaraði: ?So satt sum HARRIN livir: Tað, ið HARRIN talar við meg, skal eg siga!? Táið hann nú kom til kongin, segði kongurin við hann: ?Mika! Skulu vit fara og herja á Ramot í Gilead, ella skulu vit sláa av?? Hann svaraði: ?Far! Eydnan skal vera við tær, og HARRIN skal geva tað í hendur kongsins.? Men kongurin segði við hann: ?Hvussu mangan skal eg taka teg í eið, at tú sigur mær ikki annað enn sannleikan í navni HARRANS?? Tá segði hann: ?Eg sá alt Ísrael spjatt á fjøllunum sum seyðafylgi, ið ongan hirða hevur; og HARRIN segði: ?Hasir hava ongan harra; lat teir fara í friði, hvønn heim til sín!?? Tá segði ísraelskongur við Jósafat: ?Var tað ikki tað, eg segði tær, at hann spáar mær aldri gott, men eina ilt!? Nú svaraði Mika: ?Hoyrið tá nú orð HARRANS! Eg sá HARRAN sita í hásæti Sínum og allan her Himmalsins standa rundan um Hann, høgrumegin og vinstrumegin. HARRIN segði: ?Hvør vil dára Akab, so hann fer móti Ramot í Gilead og fellur har?? Ein segði nú hetta, ein annar hitt. Men so steig fram andi, stóð fyri ásjón HARRANS og segði: ?Eg skal dára hann!? HARRIN spurdi hann: ?Hvussu?? Hann svaraði: ?Eg skal fara og vera lygiandi í munni alra profeta hansara.? Tá segði HARRIN: ?Ja, tú kanst dára hann, og tað fer at eydnast tær far og ger so!? Sært tú soleiðis hevur HARRIN lagt øllum hesum profetum tínum lygianda í munnin men HARRIN hevur spáað tær vanlukku!? Tá steig Zedekias, sonur Kena'ana, fram, sló Mika undir vangan og segði: ?Hvørja leið er Andi HARRANS farin frá mær at tala við teg?? Mika svaraði: ?Tað skalt tú fáa at síggja, tann dag tú flýggjar úr einum kamari í annað at krógva teg!? Ísraelskongur segði nú: ?Takið Mika og leiðið hann aftur til Amon, høvuðsmannin í staðnum, og til kongasonin Jóas og sigið: ?So sigur kongur: Setið henda mann í fangahús og gevið honum neyðarbreyð og neyðarvatn, inntil eg komi aftur í øllum góðum!?? Men Mika segði: ?Kemur tú aftur í øllum góðum, so hevur HARRIN ikki talað við mær!? Og hann segði: ?Hoyrið hetta, øll fólkasløg!? So fóru ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda móti Ramot í Gilead. Ísraelskongur segði við Jósafat: ?Eg skal lata meg í dularbúna, áðrenn eg fari í bardagan; men ver tú klæddur, sum tú ert vanur!? So læt ísraelskongur seg í dularbúna og fór síðani í bardagan. Áramskongur hevði givið hinum vagnhøvdingum sínum hetta boð: ?Tit skulu ongan herja á, hvørki lítlan ella stóran, uttan ísraelskong eina!? Táið nú vagnhøvdingarnir sóu Jósafat, søgdu teir: ?Hatta er óivað ísraelskongur!? Og teir vendu sær móti honum og skuldu herja á hann. Tá skar Jósafat í róp; og táið vagnhøvdingarnir raktu við, at tað var ikki ísraelskongur, vendu teir við og lótu hann vera. Men ein maður, ið spenti bogan og skeyt av handahógvi, rakti ísraelskong millum reimarnar og brynjuna. Tá segði hann við vagnstýrara sín: ?Vend við og kom burtur úr bardaganum við mær, tí eg eri særdur!? Bardagin harðnaði í hvørjum henda dag; og kongurin varð hildin standandi í vagninum, vendur móti Áramearum; men um kvøldið doyði hann. Blóðið úr sárinum rann niður í vagnin. Táið sólin gekk undir, varð rópt um allan herin: ?Hvør maður heim til bý sín og land sítt!? Soleiðis doyði kongurin; og farið varð til Samaria við honum, og teir jarðaðu kongin í Samaria. Táið teir skolaðu vagnin við tjørnina í Samaria, leptu hundarnir blóð hansara, meðan skøkjurnar baðaðu sær har eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað. Tað, ið annars er at siga um Akab, um alt, ið hann gjørdi, um fílabeinshúsið, ið hann bygdi, og um allar býirnar, ið hann bygdi, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Akab legðist so til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Ahazja tók ríkið eftir hann. Jósafat, sonur Asa, varð kongur yvir Juda, fjórða árið ið ísraelskongur Akab sat við stýrið. Jósafat var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Azuba og var dóttir Silhi. Hann gekk í einum og øllum somu leið sum Asa, faðir hansara; hann veik ikki av henni, men gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. Jósafat bant frið við ísraelskong. Tað, ið annars er at siga um Jósafat, um stórverkini, ið hann gjørdi, og um bardagar hansara, er skrivað í kongakrøniku Juda. Hann oyddi eisini av landinum mansskøkjurnar, ið eftir vóru frá tíðini, táið Asa, faðir hansara, livdi. Um ta tíðina var eingin kongur í Edom; landshøvdingi stýrdi har. Jósafat hevði tarsisskip, sum skuldu fara til Ofir eftir gulli; men einki varð av ferðini, tí summi skipini gingu burtur við Ezjon-Geber. Tá segði Ahazja, sonur Akab, við Jósafat: ?Lat menn mínar fara við skipunum saman við monnum tínum!? Men Jósafat vildi ikki. So legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum; og sonur hansara Jóram tók ríkið eftir hann. Ahasja, sonur Akab, varð kongur í Samaria yvir Ísrael, seytjanda árið ið judakongur Jósafat sat við stýrið; og tvey ár stýrdi hann í Ísrael. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, og gekk somu leið sum faðir og móðir sín og somu leið sum Jeroboam, sonur Nebat, hann, ið fekk Ísrael at synda. Hann dýrkaði Ba'al og tilbað hann og vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels júst sum faðir hansara hevði gjørt. Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint KAPITUL Inngangsorð, Tøkk fyri náðina, ið teimum er givin, Áminning um semju, Orð krossins er mongum dárskapur, men hinum kallaðu kraft Guds, Gud hevur útvalt tað, sum í heiminum hevur lítið at týða, Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes - til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heiløg, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists teirra og okkara. Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi, at tit í Honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og øllum kunnskapi; eisini vitnisburðurin um Kristus er jú vorðin staðfestur hjá tykkum, so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists Hansara, sum eisini skal staðfesta tykkum líka til endan ólastandi á degi Harra okkara Jesu Krists. Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara. Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan. Tí mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at stríð er tykkara millum. Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: ?Eg eri Paulusarmaður!? ?Eg eri Apollosarmaður!? ?Eg eri Kefasarmaður!? ?Eg eri Kristusarmaður!? Er Kristus býttur sundur! Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar! Eg takki Gudi fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus, so eingin kann siga, at tit vórðu doypt til navn mítt! Tó doypti eg eisini tey hjá Stefanasi; annars veit eg meg ongan annan hava doypt. Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína. Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds. Skrivað er jú: ?Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hinna vitigu skal Eg gera til einkis.? Hvar er ein vísur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hesum heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap! Tí við tað at heimurin við vísdómi sínum kendi ikki Gud í vísdómi Hansara, líkaði tað Gudi við dárskapi prædikunnar at frelsa tey, sum trúgva. Jødar krevja jú tekin, og Grikkar søkja vísdóm; men vit prædika Kristus krossfestan Jødum ástoyt og heidningum dárskap, men teimum, sum kallað eru, bæði Jødum og Grikkum, Kristus, kraft Guds og vísdóm Guds. Tí dárskapur Guds er vísari enn menniskjuni, og veikleiki Guds er sterkari enn menniskjuni. Tí hyggið á kall tykkara, brøður! Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir. Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað, so einki hold skal rósa sær fyri Gudi. Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing, fyri at sum skrivað er -: ?Tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum!? KAPITUL Vísdómur Guds skilst bert av teimum, sum andalig eru. Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan. Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft, fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdómi, men á kraft Guds. Vísdóm tala vit tó millum hini fullkomnu, men vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis. Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd. Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar. vit tala sum skrivað er ?tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.? Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds. Hvat menniskja veit, hvat í menniskjanum býr, uttan andi menniskjans, sum í tí er! Soleiðis veit heldur eingin, hvat í Gudi býr, uttan Andi Guds. Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi. Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum. Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga. Men hin andaligi dømir um alt; sjálvur verður hann dømdur av ongum. Tí hvør hevur kent sinni Harrans, so hann skuldi kunnað lært Hann! Men vit hava sinni Kristusar. KAPITUL Tað, sum kristin samkoma eigur at síggja í lærarum sínum, Ávaring móti at seta menniskjavísdóm ov høgt og móti at rósa sær av menniskjum, Og eg, brøður, fekk ikki talað við tykkum sum, við andalig, men bert sum við holdlig, sum við nýføðingar í Kristusi. Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur, tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von! Táið ein sigur: ?Eg eri Paulusarmaður!? ein annar: ?Eg eri Apollosarmaður!? eru tit tá ikki ?menniskju?! Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum. Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst. Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst. Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði. Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds. Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana! Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus. Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi, so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna. Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn; men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld. Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum? Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit. Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur! Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. Skrivað er jú: ?Hann, sum fangar hinar vísu í sviki teirra?, og uppaftur: ?Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.? Eingin rósi sær tí av menniskjum! Alt er jú tykkara tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal alt hoyrir tykkum til. Og tit hoyra Kristusi til, og Kristus hoyrir Gudi til. KAPITUL Trúboðar, kallaðir av Gudi, eru ikki undir dómi manna, men Guds, Hugmóðið, ið voldir flokkadráttin, verður revsað. Víst verður á, hvussu nógv øðrvísi atburður ápostlanna er, Soleiðis skulu vit vera roknaðir: Sum tænarar Kristusar og húshaldarar yvir loyndarmálum Guds. Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir. Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin. Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi. Hetta, brøður, havi eg fyri tykkara skuld heimført til mín sjálvs og Apollos, so tit á okkum kunnu læra hetta: ?Ikki út um tað, sum skrivað stendur!? fyri at eingin av tykkum skal blásast upp, fyri einum og móti øðrum. Hvør gevur tær nakað framum! Hvat hevur tú, sum tú hevur ikki fingið givið! Og hevur tú fingið tað givið, hví rósar tú tær tá, sum tú hevði ikki fingið tað givið! Tit eru longu vorðnir mettir, tit eru longu vorðnir ríkir, tit eru vorðnir kongar uttan okkum! Ja, høvdu tit verið vorðnir kongar! So kundu eisini vit verðið kongar saman við tykkum! Tí mær tykir, at Gud hevur sett okkum ápostlarnar fram sum teir, ið minst hava at týða, sum deyðadømdar; sjónleikur eru vit vorðnir heiminum, bæði einglum og menniskjum. vit eru dárar fyri Kristusar skuld, men tit eru klókir í Kristusi; vit eru veikir, men tit sterkir; tit eru heiðraðir, men vit vanærdir. Líka til hesa stund líða vit bæði hungur og tosta, eru naknir og fáa nevasløg og hava einki verðandi stað; vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum. Vit verða skeldaðir út og vit signa; vit verða atsøktir og vit tola tað; vit verða spottaðir og vit tala góð orð; sum gólvsóp eru vit vorðnir heiminum øllum eitt útskot líka til nú. Eg skrivi ikki hetta fyri at gera tykkum til skammar; nei, eg áminni tykkum sum elskaðu børn míni. Tí um tit so hava tíggju túsund lærimeistarar í Kristusi, so hava tit tó ikki nógvar fedrar; tí í Kristi Jesusi eru tit við evangeliinum børn míni. Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir! Tí havi eg sent Timoteus til tykkara, hann, ið er elskaða og trúfasta barn mítt í Harranum; hann skal minna tykkum um vegir mínar í Kristusi, soleiðis sum eg læri allastaðni, í hvørji samkomu. Nú eru nakrir vorðnir uppblástir í teirri hugsan, at eg man ikki fara at koma til tykkara. Men eg komi skjótt til tykkara um Harrin vil og tá skal eg fáa at kenna, ikki orð, men kraft teirra, sum uppblástir eru. Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft. Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella í kærleika og við spakførisanda? KAPITUL Hvussu samkoman skal gera við slík í henni, sum dríva grovar syndir. Yvirhøvur hoyrist um siðloysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enntá ikki finst millum heidningarnar at ein livir saman við konu faðirs síns. Og tit eru uppblástir, í staðin fyri at tit skuldu syrgt, so tann, ið hesa gerð hevur gjørt, kundi verðið koyrdur út frá tykkum! Tí eg, sum við likaminum eri frástaddur, men hjástaddur í andanum, eg havi fyri mín part longu sum eg hevði verið hjástaddur felt tann dóm yvir hann, ið hetta hevur gjørt, at táið tit og andi mín koma saman, skal hann, í navni Harra okkara Jesusar og við kraft Harra okkara Jesusar, verða givin upp til Satan til oyðing holdsins, fyri at andin kann verða frelstur á degi Harrans Jesusar. Tað er ikki vakurt, ið tit rósa tykkum av! Vita tit ikki, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið? Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks! Eg skrivaði til tykkara í brævi mínum, at tit skulu ikki umgangast siðloysingar. Hetta meinti eg ikki við siðloysingar yvirhøvur í hesum heimi ella hini havisjúku og ránsmenn og avgudadýrkarar so máttu tit jú farið út úr heiminum! Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum. Hvat kemur mær við at døma tey, sum uttanfyri eru! Døma tit ikki tey, sum innanfyri eru? Hini uttanfyri skal Gud døma. Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum! KAPITUL Ávaring móti at liggja í søk hvør við annan, Móti siðloysi, Kann nakar av tykkum fáa seg til, táið hann hevur søk móti øðrum, tá at søkja dóm hjá hinum órættvísu og ikki hjá hinum heiløgu? Ella vita tit ikki, at hini heiløgu skulu døma heimin? Og skal heimurin verða dømdur av tykkum, eru tit tá ikki nóg góðir at døma í teimum søkum, sum so lítið hava at týða! Vita tit ikki, at vit skulu døma einglar? Hvussu mikið meiri tá ikki í tímiligum viðurskiftum! Táið tit tá hava sakir um tímilig viðurskifti, seta tit teir til dómarar, sum eru roknaðir fyri einki í samkomuni! Tykkum til skomm sigi eg tað! So er tá eingin vísur maður tykkara millum, ikki so mikið sum ein, ið er førur fyri at greiða søkina millum brøður sínar! Men bróðir hevur søk við bróður, og tað fyri vantrúgvandi! Nú er at siga, at tað er longu skeivt hjá tykkum, at tit hava sakir hvør við annan. Hví líða tit ikki fyrr órætt! Hví tola tit ikki fyrr skaða! Men nú gera tit órætt og skaða, og tað brøðrum! Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd, hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds! Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara. Eg havi loyvi til alt men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt men eg má einki lata fáa vald á mær! Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin og Gud skal gera enda á báðum. Men likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið. Gud, sum hevur reist upp Harran, skal eisini reisa okkum upp við kraft Síni. Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so! Vita tit ikki, at tann, ið heldur seg til skøkjuna, er eitt likam við henni? Hann sigur jú: ?Tey bæði skulu vera eitt hold.? Men tann, ið heldur seg til Harran, er ein andi við Honum. Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami. Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu? Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara! KAPITUL Um hjúnaband og um at liva ógiftur. Nú, viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, so er tað manni gott, ikki at nema kvinnu. Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann! Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum! Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur ikki maðurin yvir sínum egna likami, men konan. Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi! Eg sigi hetta sum loyvi, ikki sum boð. Eg vildi, at øll menniskju vóru, sum eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Gudi, ein so, og annar so. Við hini ógiftu og einkjurnar sigi eg, at tað er teimum gott, um tey verða verandi sum eg. Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd. Hinum giftu gevi eg tað boð tó ikki eg, men Harrin at kona má ikki skiljast frá manni sínum og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin og at maður má ikki skiljast frá konu síni. Við hini* sigi eg ikki Harrin -: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu og hon vil búgva saman við honum so skilji hann seg ikki frá henni! Og hevur ein kona vantrúgvandi mann og hann vil búgva saman við henni so skilji hon seg ikki frá manni sínum! Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heiløg. Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum men Gud hevur kallað okkum til frið. Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína! Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum. Varð ein kallaður sum umskorin, skal hann ikki aftur gera seg líkan hinum óumskornu; varð ein kallaður sum óumskorin, skal hann ikki lata seg umskera. At vera umskorin hevur einki at týða; at vera óumskorin hevur einki at týða men at halda boð Guds. Ein og hvør verði verandi í tí kalli, sum hann varð kallaður í! Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað!* Tí tann, sum kallaður er í Harranum sum trælur, er hin frígivni Harrans; á sama hátt er eisini tann, ið kallaður er sum frælsur, trælur Kristusar. Tit eru dýrt keypt verðið ikki menniskjatrælir! Í tí standi, sum ein og hvør varð kallaður í, brøður í honum verði hann verandi hjá Gudi! Nú, viðvíkjandi hinum ógiftu tá havi eg einki boð frá Harranum; men eg sigi tað, ið eg haldi sum tann, ið Harrin av náði hevur givið at vera trúverdur. Eg haldi tá, við teirri neyð fyri eyga, sum nú er, at tað menniskja ger væl, ið verður verandi, sum tað er. Ert tú bundin til konu, so royn ikki at verða loystur! Ert tú ikki bundin til konu, so søk ikki konu! Men um so er, at tú giftist, syndar tú ikki, og um hin ógifta kvinnan giftist, syndar hon ikki; tó koma slík at fáa trongd í holdinum men eg vildi spart tykkum. Men tað sigi eg, brøður, at tíðin er stutt; tí mugu hereftir bæði teir, ið konur hava, vera, sum teir onga høvdu, tey, ið gráta, sum tey høvdu ikki grátið, tey, ið gleðast, sum tey høvdu ikki glett seg, tey, ið keypa, sum tey høvdu einki átt, og tey, ið nýta heimin, sum tey høvdu ikki nýtt hann; tí hesin heimur soleiðis sum hann nú sær út forgongur; og eg vildi, at tit kundu sloppið frá at stúrt. Hin ógifti hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hann kann toknast Harranum; men hin gifti hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hann kann toknast konuni. Eisini er munur á konu og ógiftari kvinnu. Hin ógifta hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hon kann vera heiløg, bæði í likami og anda; men hin gifta hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hon kann toknast manninum. Hetta sigi eg til tykkara egna gagn, ikki fyri at seta snerru fyri tykkum, men fyri at fremja tað, sum sømiligt er: At tit óhindrað halda fast við Harran. Men heldur onkur, at hann ger ikki væl við moyggj sína,* um hon** er farin um ungdómsárini, so geri hann, sum hann vil, táið nú so má vera hann syndar ikki giftist tey! Men tann, sum stendur fastur í hjarta sínum og er ikki undir noyðslu, men er mentur at gera, sum hann vil, og hevur sett sær fyri í hjarta sínum, at hann skal varðveita moyggj sína* hann ger væl. Tann, sum gevur* í hjúnaband, ger tí væl, og tann, sum ikki gevur** í hjúnaband, ger betur. Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil bert tað verður gjørt í Harranum. Men lukkuligari er hon, um hon verður verandi, sum hon er eftir áskoðan míni, og eg haldi meg eisini hava Anda Guds! KAPITUL Um at eta kjøt av avgudaofrum. Um at nýta hitt kristiliga frælsið rætt. Viðvíkjandi kjøtinum av avgudaofrum, so vita vit, at vit øll hava kunnskap kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp; heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita; men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum Nú, viðvíkjandi at eta kjøt av avgudaofrum, so vita vit, at eingin avgudur er til í heiminum, og at eingin Gud er uttan ein. Tí um nú sokallaðir gudar eru tað veri í himli ella á jørð sum jú nógvir gudar eru, og nógvir harrar so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við. Tó, henda kunnskap hava ikki øll; nei, summi gera sær enn samvitsku fyri avgudsins skuld og eta tað tí sum avgudaoffurkjøt og samvitska teirra, sum veik er, verður órein. Matur gevur okkum jú ikki virði fyri Gudi; vit standa einki fremri, um vit eta, og líka lítið standa vit nakað aftari, um vit ikki eta. Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt! Tí sær onkur teg, sum kunnskap hevur, sita til borðs í avgudahúsi, kemur tá ikki samvitska hansara, ið veikur er, at fáa dirvi at eta avgudaoffurkjøt! Og so gongur av kunnskapi tínum hin veiki til grundar bróðirin, sum Kristus er deyður fyri! Táið tit soleiðis synda móti brøðrunum og særa veiku samvitsku teirra, synda tit móti Kristusi. Um tí matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg skal ikki vera bróður mínum ástoyt. KAPITUL Paulus setur seg sjálvan fram sum dømi um hina røttu nýtslu av kristiligum frælsi, Áminnir um at berjast fyri at vinna hin óforgeingiliga krans, Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum! Eri eg ikki øðrum ápostul, so eri eg tykkum tað, ið hvussu er; tit eru í Harranum innsigli ápostlaembætis míns. Hetta er verja mín móti teimum, ið døma meg. Hava vit ikki rætt at eta og drekka! Hava vit ikki rætt at føra eina systur við okkum sum konu líka væl sum hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas! Ella eru eg og Barnabas teir einastu, sum ikki hava rætt at lata vera at arbeiða! Hvør tænir nakrantíð sum hermaður fyri egna løn! Hvør plantar víngarð og etur ikki av ávøksti hansara! Ella hvør røktar fylgi og drekkur ikki av mjólk fylgisins! Sigi eg hetta, bert tí menniskju eru von at siga so! Sigur ikki eisini lógin hetta! Í Móselóg er jú skrivað: ?Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.? Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta, ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er, fyri okkara skuld! Jú, fyri okkara skuld er tað skrivað; tí tann, ið pløgir, skal pløga í vón, og tann, ið treskir, skal gera tað í vón um at fáa part sín. Hava vit sáað tykkum hitt andaliga góða, er tað tá nakað stórt, um vit heysta tímiliga góða tykkara! Hava aðrir henda rætt yvir tykkum, skuldu vit tá ikki enn meiri havt hann! Tó hava vit ikki nýtt henda rætt; nei, vit tola alt, fyri at vit skulu einki hindur leggja fyri evangelium Kristusar. Vita tit ikki, at teir, sum gera tænastu í templinum, fáa føði sína úr templinum, og at teir, ið tæna við altarið, fáa part saman við altarinum! Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum. Men eg havi ongum av hesum gjørt nýtslu av. Heldur ikki skrivi eg hetta, fyri at so skal verða við mær; eg vildi fyrr doyð, enn at nakar skal gera rós mítt til einkis. Tí um eg kunngeri evangeliið, er tað einki at rósa mær av; tað eri eg noyddur til; vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið! Geri eg tað av fríum vilja, eigi eg løn, og geri eg tað av noyðslu, so er tað húshald, ið mær er litið upp í hendur. Hvat er tá løn mín? At eg, táið eg kunngeri evangeliið, geri tað fyri einki og soleiðis ikki geri nýtslu av rætti mínum í evangeliinum. Tí tóat eg eri fríur frá øllum, havi eg kortini gjørt meg til tænara alra, fyri at eg kann vinna tess fleiri. Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi fyri at vinna Jødar; teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er tóat eg sjálvur eri ikki undir lóg fyri at vinna tey, sum undir lógini eru; teimum, ið uttan lóg eru, eri eg vorðin sum ein, ið uttan lóg er tóat eg eri ikki uttan lóg fyri Gudi, men undir lóg Kristusar fyri at vinna tey, sum uttan lóg eru. Hinum veiku eri eg vorðin veikur fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur! Alt geri eg fyri evangeliums skuld, fyri at eg kann fáa part saman við tí. Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana! Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan. Eg renni tí ikki eins og uppá óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina; nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður. KAPITUL Ávaring móti holdligari trygd, Móti at taka lut í heidnum offurmáltíðum, Reglur fyri tey, sum sterk eru, viðvíkjandi áti av offurkjøti, Eg vil ikki, brøður, at tykkum skal vera ókunnigt, at fedrar okkara vóru allir undir skýnum, gingu allir gjøgnum havið, vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og í havinum, ótu allir sama andaliga mat og drukku allir sama andaliga drykk; tí teir drukku av hinum andaliga kletti, ið fylgdi teimum og kletturin var Kristus. Tó hevði Gud ongan tokka til flestar av teimum; teir vórðu jú slignir niður í oyðimørkini. Hetta hendi okkum til fyridømi, fyri at vit skulu ikki hava hug til hitt illa, eins og teir høvdu hug til tað. Verðið heldur ikki avgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum sum skrivað er: ?Fólkið settist niður at eta og drekka og reistist at spæla?! Latið okkum ikki heldur dríva siðloysi, eins og nakrir av teimum drivu siðloysi og fullu ein dag! Latið okkum heldur ikki freista Harran, eins og nakrir av teimum freistaðu Hann og vórðu dripnir av ormum! Knarrið heldur ikki, eins og nakrir av teimum knarraðu og vórðu oyddir av oyðaranum! Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til. Tann, ið heldur seg standa, síggi tí til, at hann fellur ikki! Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana. Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni! Eg tali til tykkara sum til tey, ið duga á at skyna dømið sjálv tað, sum eg sigi! Kalikur signingarinnar, sum vit signa er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta er tað ikki samfelag við likam Kristusar! Av tí at breyðið er eitt, eru vit, hini mongu, eitt likam; tí vit hava øll part í hinum eina breyði. Hyggið Ísrael eftir holdinum! Hava teir, sum eta ofrini, ikki samfelag við altarið! Hvat sigi eg tá? At avgudaoffurkjøt er nakað! Ella at avgudur er nakað! Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar. Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda. Ella skulu vit vekja vreiði Harrans! Eru vit sterkari enn Hann! Alt er loyviligt men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt men ikki alt byggir upp! Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans! Alt, sum í kjøtbúð verður selt, kunnu tit eta og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað; tí jørðin og alt, ið hana fyllir, hoyrir Harranum til. Og býður onkur av hinum vantrúgvandi tykkum inn og tit vilja fara so kunnu tit eta alt, ið fyri tykkum verður sett, og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað. Men sigur onkur við tykkum: ?Hetta er offurkjøt!? so latið vera at eta tað fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld! Eg meini ikki við eins egnu samvitsku, men samvitsku næstans; tí hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitsku eins annars! Njóti eg tað við tøkk, hví skal eg tá verða útspiltur fyri tað, sum eg takki fyri! Annaðhvørt tit tí eta ella drekka ella hvat tit gera so gerið alt Gudi til dýrd! Verið ongum til ástoyt, hvørki Jødum, Grikkum ella samkomu Guds! Soleiðis royni eg eisini í øllum at vera øllum til vildar og søki ikki tað, sum mær sjálvum er til gagn, men tað, sum hinum mongu er til gagn fyri at tey kunnu verða frelst. Kap. Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi Kristusi eftir! KAPITUL Um at hava á høvdinum og ikki. Um at ganga við síðum hári og ikki, Um kvøldmáltíð Harrans, Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir. Eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar, og at Gud er høvur Kristusar. Tann maður, ið biður ella profeterar og hevur á høvdinum, vanærir høvd sítt. Og tann kvinna, ið biður ella profeterar við ongum á høvdinum, vanærir høvd sítt; tí tað er eitt og tað sama, sum hon var rakað. Hevur kvinnan einki á høvdinum, so klippi hon hárið av sær við! Og er tað kvinnu skomm at vera klipt ella rakað, so havi hon á høvdinum! Maður skal ikki hava á høvdinum, tí hann er mynd og dýrd Guds; men kvinnan er dýrd mansins. Maðurin er jú ikki av kvinnuni, men kvinnan av manninum. Ei heldur varð maðurin skaptur kvinnuni, men kvinnan manninum. Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum tekin uppá undirgivni fyri einglanna skuld. Tó í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna. Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni og alt er tað av Gudi. Dømið við tykkum sjálvum er tað kvinnu sømiligt at biðja til Gud við ongum á høvdinum! Og lærir ikki sjálv nátturan tykkum, at gongur maður við síðum hári, er tað honum vanæra, men at kvinnu er tað til dýrd, at hon gongur við síðum hári! Hárið er jú givið henni sum slør. Og hevur onkur hug at trætast um hetta vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki! Hetta boð gevi eg tykkum nú. Men tað, sum eg ikki rósi tykkum fyri, er, at tit koma saman, ikki til hitt betra, men til hitt verra. Fyri tað fyrsta hoyri eg, at á samkomufundum tykkara er flokkadráttur tykkara millum og fyri ein part trúgvi eg tí! Flokkaskifting má jú vera tykkara millum so koma kann fyri ein dag, hvørji ið fullroynd eru tykkara millum. Nú táið tit koma saman, er hetta ikki at eta kvøldmáltíð Harrans! Tí við máltíðina tekur hvør sín egna mat frammanundan, og ein situr svangur, annar er drukkin! Hava tit tá ikki hús at eta og drekka í! Ella vanvirða tit samkomu Guds og gera tey til skammar, sum einki hava! Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum! Í hesum rósi eg tykkum ikki. Tí eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi lært tykkum: Ta náttina ið Harrin Jesus varð svikin, tók Hann breyð, takkaði, breyt tað og segði: ?Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!? Somuleiðis tók Hann eisini kalikin eftir kvøldmáltíðina og segði: ?Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum; gerið hetta, so ofta sum tit drekka tað, til minni um Meg!? Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur. Tann, sum tí etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdiga, verður sekur fyri likami og blóði Harrans. Hvørt menniskja royni seg sjálvt, og eti tað so av breyðinum og drekki av kalikinum! Tí tann, ið etur og drekkur, etur og drekkur dóm yvir seg, aktar hann ikki eftir likaminum. Tí eru mong veik og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur. Dømdu vit okkum sjálv, vórðu vit ikki dømd; men táið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum fyri at vit skulu ikki verða fordømd við heiminum. Táið tit tí, brøður mínir, koma saman til máltíð, bíðið tá hvør eftir øðrum! Og er nakar svangur, so eti hann heima, fyri at tit skulu ikki koma saman til dóm! Hvat annað, ið er, skal eg geva fyriskipan um, táið eg komi. KAPITUL Um hinar serligu náðigávur og røttu nýtslu teirra. Nú, viðvíkjandi hinum andaligu gávum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi. Tit vita, at táið tit vóru heidningar, vórðu tit drignir til hinar málleysu avgudar sum nú onkur leiddi tykkum. Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar í Anda Guds, sigur: ?Bannaður er Jesus!? og at eingin kann siga: ?Jesus er Harri!? uttan í Heilaga Andanum. Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami. Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami. Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum. Men einum og hvørjum verður opinbering Andans givin til tað, sum gagnligt er. Soleiðis verður einum givin vísdómstala við Andanum, øðrum kunnskapartala eftir sama Anda øðrum trúgv í sama Anda øðrum gávur at grøða í sama Anda øðrum at gera kraftargerðir, øðrum profetagáva, øðrum at døma um andar, øðrum ymisk sløg av tungutalu, øðrum at útleggja tungutalu. Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg. Tí eins og likamið er eitt og hevur nógvar limir, men allir limir likamsins um teir so eru nógvir tó eru eitt likam so er eisini við Kristusi. Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka. Likamið er jú heldur ikki ein limur, men nógvir. Um fóturin vildi sagt: ?Táið eg ikki eri hond, hoyri eg ikki til likamið!? so hoyrir hann líka væl til likamið fyri tað. Og um oyrað vildi sagt: ?Táið eg ikki eri eyga, hoyri eg ikki til likamið!? so hoyrir tað líka væl til likamið fyri tað. Var alt likamið eyga, hvat varð tá av hoyrnini! Og var tað alt hoyrn, hvat varð tá av luktinum! Men nú hevur Gud sett limirnar á likamið, hvønn fyri seg, soleiðis sum Hann vildi. Vóru teir nú allir ein limur, hvat varð tá av likaminum! Men nú eru nógvir limir, og bert eitt likam. Eygað kann ikki siga við hondina: ?Mær tørvar teg ikki!? Og líka lítið kann høvdið siga við føturnar: ?Mær tørvar tykkum ikki!? Tvørtur ímóti júst teir limir á likaminum, sum tykjast at vera hinir veikastu, eru neyðugir. Teir limir á likaminum, sum vit ikki halda vera so miklan heiður við, klæða vit við tess meiri heiður, og teir limir, ið vit blúgvast við, fjala vit tess sámiligari. Hinir harímót teir, ið vit ikki blúgvast við teimum nýtist ikki hetta. Men Gud hevur sett likamið so saman, at Hann gav tí, sum minni hevur at týða, størri heiður fyri at ikki skal vera ósemja í likaminum, men limirnir skulu hava líka umsorgan hvør fyri øðrum. Líður nú ein limur, líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, gleðast allir limirnir við. Men nú eru tit likam Kristusar, og limir hvør fyri seg. Og Gud hevur í samkomuni sett: Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar, fyri tað annað nakrar til profetar, fyri tað triðja nakrar til lærarar, síðani kraftargerðir, síðani gávur at grøða, at hjálpa, at stýra, og ymisk sløg av tungutalu. Eru allir ápostlar! Eru allir profetar! Eru allir lærarar! Gera allir kraftargerðir! Hava allir gávur at grøða! Tala allir í tungum! Útleggja allir! Men tráið eftir hinum størstu náðigávum! Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg. KAPITUL Hin ?mangan betri vegurin?. Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla. Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki. Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki. Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala hon skal halda uppat; og kunnskapur hann skal fáa enda. Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum; men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda. Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga. Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur. So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý men størstur av teimum er kærleikin. KAPITUL Um andaligar gávur, serliga profetagávu og tungutalu, Áminning um at lata gott skil vera á fundunum, Stevnið eftir kærleikanum! Tráið eftir hinum andaligu gávum, helst eftir at profetera! Tí tann, sum talar í tungum, talar ikki fyri menniskjum, men fyri Gudi; eingin skilir hann jú; hann talar í Andanum loyndarmál. Men tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst. Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan; men tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna. Eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum, men fyrr, at tit profeteraðu; tann, ið profeterar, er størri enn tann, sum talar í tungum uttan so er, at hann útleggur tað, so samkoman kann fáa uppbygging av tí. Nú, brøður! Um eg komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagni eg tykkum tá uttan so er, at eg eisini tali til tykkara, annaðhvørt við opinbering, við kunnskapi, við profetiskum orðum ella við læru! Nú, hinir lívleysu lutir, ið geva ljóð frá sær, veri tað nú floyta ella harpa kunnu tónarnir ikki skiljast hvør frá øðrum, hvussu kann tá nakar fáa skil á tí, um spælt verður á floytuni ella hørpuni! Somuleiðis lúður gevur hann óskilligt ljóð, hvør ger seg tá til reiðar til bardaga! So við tykkum eisini: Bera tit ikki fram skilliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður! Tá tala tit jú burt í luftina! Í heiminum eru nú so og so mong ymisk tungumál, og einki av teimum er, sum ikki hevur týdning sín; skilji eg nú ikki málið, so verði eg honum útlendingur, sum talar, og hann, ið talar, verður mær útlendingur. Soleiðis eisini við tykkum: Táið tit nú tráa eftir hinum andaligu gávum, latið tað tá vera samkomuni til uppbygging, tit royna at fáa tær so ríkliga! Tann, sum talar í tungum, skal tí biðja eftir, at hann skal kunna útleggja tað. Tí um eg biði í tungum, biður víst andi mín, men vit mítt er uttan ávøkst. Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við vitinum. Annars, um tú prísar Gudi við andanum, hvussu skal tá hann, ið situr, har hini ólærdu sita, kunna siga amen til takkarbøn tína! Hann veit jú ikki, hvat tú sigur! Víst er takkarbøn tín góð, men hin verður ikki uppbygdur. Eg takki Gudi eg tali meiri í tungum enn tit allir. Men á samkomufundi vil eg fyrr tala fimm orð við viti mínum sum eisini onnur kunnu fáa lærdóm av enn tíggju túsund orð í tungum. Brøður! Verið ikki børn í viti! Verið børn í óndskapi, men verið fullvaksnir í viti! Skrivað er í lógini: ?Við fólki við fremmandum tungumáli og við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta fólk, og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra Meg, sigur Harrin.? So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi; men profetagávan er ikki hinum vantrúgvandi tað, men hinum trúgvandi. Um nú øll samkoman heldur fund, og allir tala í tungum og so ólærd ella vantrúgvandi koma inn, fara tey tá ikki at siga, at tit eru frá tykkum sjálvum! Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi ella ólærdur kemur inn, verður hann revsaður av øllum og dømdur av øllum, loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum. Hvussu er tá, brøður? Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging latið alt vera til uppbygging! Talar onkur í tungum, so latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar hvørja ferð, og ein í senn, og ein útleggi tað! Er eingin útleggjari hjástaddur, skal hin tiga í samkomuni; men hann tali fyri sær sjálvum og fyri Gudi! Av profetum skulu tveir ella tríggir tala, og hinir dømi um tað! Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga. Tí tit kunnu allir profetera, hvør eftir annan, so at øll kunnu læra, og øll verða ámint; og andar profeta eru profetum undirgivnir. Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar. Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar sum eisini lógin sigur. Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar. Ella var tað frá tykkum, orð Guds gekk út! Eru tit tey einastu, sum tað er komið til! Heldur onkur seg vera profet ella andaligan, so ásanni hann, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans! Men skilir onkur tað ikki, so kann hann lata vera! Nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum! Men alt gangi sømiliga og við skili! KAPITUL Um uppreisn hinna deyðu. Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í, sum tit eisini verða frelstir við so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í annars trúðu tit til einkis! Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn brøðrum í senn av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum. Og síðst av øllum varð Hann sæddur av mær við hinum ófullborna fostri at kalla; tí eg standi aftastur av ápostlunum og eri ikki verdur at kallast ápostul, við tað at eg havi ligið eftir samkomu Guds. Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis; nei, eg havi arbeitt meir enn teir allir tó ikki eg, men náði Guds, sum við mær er. Annaðhvørt tað tá eri eg, ella tað eru hinir soleiðis prædika vit, og soleiðis komu tit til trúgv. Verður nú prædikað um Kristus, at Hann er risin upp frá hinum deyðu, hvussu kunnu tá nakrir tykkara millum siga, at eingin uppreisn er av deyðum! Er eingin uppreisn av deyðum, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við! Vit koma tá eisini at standa sum lygivitni um Gud, við tað at vit hava vitnað móti Gudi, at Hann reisti upp Kristus sum Hann ikki hevur reist upp, um so er, at deyð nú ikki rísa upp. Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi! Er tað bert í hesum lívi, vit hava sett vón okkara til Kristus, so er meiri grund at tykjast synd í okkum enn í nøkrum øðrum menniskjum! Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu sum frumgróður teirra, ið sovnað eru. Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja. Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi tó ein og hvør í deild síni: Kristus er frumgróðurin, harnæst tey, sum í komu Kristusar hoyra Honum til. Síðani kemur endin, táið Hann gevur ríkið Gudi og Faðirinum í hendur, eftir at Hann hevur gjørt enda á hvørjum harradømi, veldi og mátti. Tí Hann skal vera kongur, inntil Hann leggur allar fíggindar Sínar undir føtur Sínar. Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin. Hann hevur jú lagt alt undir føtur Hansara. Men táið Hann sigur, at alt er undirlagt, so er tað skilligt, at Hann er undantikin, sum legði alt undir Hann. Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum. Hvat gera tá tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu! Er tað so, at eingin deyður rísur upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey! Hví koma tá eisini vit okkum í vanda hvønn tíma! Eg doyggi hvønn dag, so satt sum eg í Kristi Jesusi, Harra okkara, kann rósa mær av tykkum, brøður! Var tað, sum menniskju eru von, eg bardist við vill dýr í Efesus, hvønn vinning havi eg so av tí! Rísa deyð ikki upp, so ?latið okkum eta og drekka, tí í morgin doyggja vit!? Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir! Vaknið av álvara og syndið ikki! Tí summi kenna einki til Gud tykkum til skomm sigi eg tað. Nú sigur onkur: ?Hvussu rísa hini deyðu upp? Hvørjum slagi av likami koma tey við?? Dári tín! Tað, sum tú sáar, fær jú ikki lív, uttan tað doyr. Og táið tú sáar, sáar tú ikki likamið, ið verða skal, men nakið korn, veri tað nú av hveiti ella onkrum øðrum slagi. Men Gud gevur tí likam, eftir sum Hann vil, og hvørjum slagi av sáði tess egna likam. Ikki alt kjøt er av sama slagi; nei, eitt er kjøt á menniskjum, eitt annað á dýrum, aftur eitt annað á fuglum, uppaftur eitt annað á fiskum. Og himmalsk likam eru, og jørðisk likam eru; men hini himmalsku likamini hava eina dýrd, hini jørðisku eina aðra. Sólin hevur ein ljóma, mánin ein annan, stjørnurnar uppaftur ein annan, ja, munur er á ljómanum, ið stjørnur hava. So er eisini við uppreisn hinna deyðu. Tað verður sáað forgeingiligt, tað rísur upp óforgeingiligt; tað verður sáað í vanæru, tað rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, tað rísur upp í styrki; náttúrligt likam verður sáað, andaligt likam rísur upp. So satt sum náttúrligt likam er, er eisini andaligt likam. So er eisini skrivað: ?Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál.? Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi. Men hitt andaliga kemur ikki fyrst, men hitt náttúrliga; síðani hitt andaliga. Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað er av Himli. Sum hin jørðiski var, eru hini jørðisku við, og sum hin himmalski er, eru hini himmalsku við. Og sum vit hava borið mynd hins jørðiska, skulu vit eisini bera mynd hins himmalska. Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva ríki Guds, ei heldur arvar forgeingiligleiki óforgeingiligleika. Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast, og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast. Tí hetta forgeingiliga má lata seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika. Táið tá hetta forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá gongur orðið út, sum skrivað er: ?Deyðin er uppsvølgdur í sigur!? Deyði, hvar er sigur tín! Deyði, hvar er broddur tín! Broddur deyðans er syndin, og kraft syndarinnar er lógin. Men Gudi veri tøkk, sum gevur okkum sigurin við Harra okkara Jesusi Kristi! Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum! KAPITUL Hjálpin til hini heiløgu í Jerúsalem, Paulus lovar at koma til Korint, Áminningar og heilsanir, Nú, viðvíkjandi samanskotinum til hini heiløgu, skulu tit gera, á sama hátt sum eg havi fyriskipað samkomunum í Galatia. Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav sum honum nú ber til so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi. Táið eg so komi, skal eg senda teir, ið tit nú velja til hetta, við brøvum til Jerúsalem at bera kærleiksgávu tykkara hagar. Og er tað vert, at eisini eg fari, kunnu teir koma saman við mær. Eg ætli at koma til tykkara, táið eg havi ferðast gjøgnum Makedonia tí gjøgnum Makedonia fari eg. Men hjá tykkum kann tað vera, at eg steðgi nakað kanska allan vetur, fyri at tit kunnu hjálpa mær longur, hagar sum eg tá fari. Eg leggi ikki í at vitja tykkum nú á gjøgnumferðini; tí eg vóni at fáa steðgað eina tíð hjá tykkum, um Harrin loyvir. Men í Efesus ætli eg at steðga líka til hvítusunnu. Tí dyr eru latnar mær upp, víðar og fullar av arbeiði og nógvir eru mótstøðumenninir. Táið Timoteus kemur, síggið tá til, at hann kann vera hjá tykkum óttaleysur! Hann ger verk Harrans, eins og eg. Eingin má tí vanvirða hann; hjálpið honum longur fram á leiðina í friði, so hann kann koma til mín! Tí eg vænti hann við brøðrunum. Viðvíkjandi Apollosi bróður honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til. Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir! Latið alt hjá tykkum verða gjørt í kærleika! Eg áminni tykkum, brøður tit kenna tey hjá Stefanasi, at tey eru frumgróður Akaia, og at tey hava givið seg sjálv hinum heiløgu til tænastu at eisini tit geva tykkum undir slík og undir ein og hvønn, sum arbeiðir við og ger sær ómak. Eg eri glaður um, at Stefanas, Fortunatus og Akaikus eru her; teir bøta um saknin av tykkum. Tí teir hava lívgað anda mín og tykkara. Tit mugu tí virða slíkar menn! Samkomurnar í Asia lata heilsa tykkum. Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra. Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond. Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta!* Náði Harrans Jesusar veri við tykkum! Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi. Fyrra Krønikubók KAPITUL Eftirkomarar Ádams, Jafets, Kams, Sems, Ábrahams, Esaus, Edomitiskir kongar og høvdingar, Ádam, Set, Enos, Kenan, Mahalalel, Jered, Enok, Metusalem, Lemek, Nóa, Sem, Kam og Jafet. Synir Jafet vóru Gomer, Magog, Madai, Javan, Tubal, Mesek og Tiras. Synir Gomer vóru Askenaz, Rifat og Togarma. Synir Javan vóru Elisa, Tarsisa, Kittar og Rodanitar. Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána'an. Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan. Kus fekk son, ið æt Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk veldi á jørðini. Mizrajim var ættarfaðir Luda, Anama, Lehaba, Naftua, Patrusa, Kaslua, sum Filistarar eru ættaðir frá og Kaftora. Kána'an var faðir Zidon sum var hin frumborni hansara og Het; frá honum eru eisini ættaðir Jebusitar, Amoritar, Girgasitar, Hevitar, Arkitar, Sinitar, Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar. Synir Sem vóru Elam, Assur, Arpaksad, Lud, Áram, Uz, Hul, Geter og Mesek. Arpaksad fekk ein son, Sala, og Sala fekk ein son, Eber. Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á døgum hansara spjaddust menniskjuni um jørðina; og bróðir hansara æt Joktan. Joktan var faðir Almodad, Salef, Hazarmavet, Jara, Hadoram, Uzal, Dikla, Ebal, Abimael, Sjeba, Ofir, Havila og Jobab. Allir hesir vóru synir Joktan. Sem, Arpaksad, Sala, Eber, Peleg, Re'u, Serug, Nakor, Tara, Ábram, tað er Ábraham. Synir Ábraham vóru Ísakur og Ísmael. Hesar eru ættir teirra: Nebajot, hin frumborni Ísmaels, Kedar, Adbe'el, Mibsam, Misma, Duma, Massa, Hadad, Tema, Jetur, Nafis og Kedma. Hetta vóru synir Ísmael. Synirnir, ið Ketura, hjákona Ábraham, átti, vóru Zimran, Joksan, Medan, Midjan, Jisbak og Sua. Synir Joksan vóru Sjeba og Dedan. Synir Midjan vóru Efa, Efer, Hanok, Abida og Elda'a. Allir hesir vóru synir Keturu. Ábraham fekk sonin Ísak. Synir Ísak vóru Esau og Ísrael. Synir Esau vóru Elifaz, Re'uel, Je'us, Jaelam og Kora. Synir Elifaz vóru Teman, Omar, Zefi, Gatam, Kenaz, Timna og Amalek. Synir Re'uel vóru Nahat, Zera, Samma og Mizza. Synir Se'ir vóru Lotan, Sobal, Zibeon, Ana, Dison, Ezer og Disan. Synir Lotan vóru Hori og Homam, og systir Lotan var Timna. Synir Sobal vóru Aljan, Manahat, Ebal, Sefi og Onam. Synir Zibeon vóru Aja og Ana. Sonur Ana var Dison. Synir Dison vóru Hamran, Esban, Jitran og Keran. Synir Ezer vóru Bilhan, Za'avan og Ja'akan. Synir Disan vóru Uz og Aran. Kongarnir, ið stýrdu í Edomslandi, áðrenn Ísraelsmenn fingu kongar, vóru hesir: Bela, sonur Beor; býur hansara æt Dinhaba. Táið Bela doyði, tók Jobab úr Bozra, sonur Zera, ríkið eftir hann. Táið Jobab doyði, tók Husam úr Temanitalandi ríkið eftir hann. Táið Husam doyði, tók Hadad, sonur Bedad, ríkið eftir hann; tað var hann, ið vann sigur á Midjanitum á Móabsmark; býur hansara æt Avit. Táið Hadad doyði, tók Samla úr Masreka ríkið eftir hann. Táið Samla doyði, tók Saul úr Rehobot við ánna ríkið eftir hann. Táið Saul doyði, tók Ba'al-Hanan, sonur Akbor, ríkið eftir hann. Táið Ba'al-Hanan doyði, tók Hadad ríkið eftir hann; býur hansara æt Pa'i, og kona hansara æt Mehetabel; hon var dóttir Matred, dóttur Mezahab. So doyði Hadad. Ættarhøvdingar Edoms vóru: Høvdingarnir Timna, Alja, Jetet, Oholibama, Ela, Pinon, Kenaz, Teman, Mibzar, Magdiel og Iram. Hetta vóru ættarhøvdingar Edoms. KAPITUL Synir Jákups, Ætt Juda: Frá Juda til Hezron, Ætt Rams, Ætt Kalebs, Ætt Jerame'els, Ætt Kalebs, Hesir vóru synir Ísrael: Ruben, Símeon, Levi, Juda, Issakar, Zebulon, Dan, Jósef, Benjamin, Naftali, Gad og Aser. Synir Juda vóru Er, Onan og Sela; hesar tríggjar átti hann við dóttur Sua, hini kána'anitisku kvinnuni. Men Er, hin frumborni Juda, var HARRANUM ímóti, og Hann læt hann doyggja. Síðani átti sonarkona hansara, Tamar, honum Perez og Zera, so at synir Juda vóru tilsamans fimm. Synir Perez vóru Hezron og Hamul. Synir Zera vóru Zimri, Etan, Heman, Kalkol og Dara, tilsamans fimm. Sonur Karmi var Akar, hann, sum dró vanlukku oman yvir Ísrael, við tað at hann bar seg trúleyst at við tí bannlýsta góðsinum. Sonur Etan var Azarja. Synirnir, ið Hezron fekk, vóru Jerame'el, Ram og Kelubai. Ram fekk sonin Amminadab; Amminadab fekk sonin Nason, høvdinga Judamanna. Nason fekk sonin Salma; Salma fekk sonin Boaz; Boaz fekk sonin Obed; Obed fekk sonin Ísai. Ísai fekk Eliab sum var frumborni sonur hansara Abinadab, annan son sín, Simea, hin triðja, Netanel, hin fjórða, Raddai, hin fimta, Ozem, hin sætta, og Dávid, hin sjeynda. Systrar teirra vóru Zeruja og Abigajil. Synir Zeruju vóru Absai, Jóab og Asael, tríggir. Abigajil átti Amasa faðir Amasa var Jeter, Ísmaelitur. Kaleb, sonur Hezron, fekk børn við Azubu, konu síni, og við Jeriot; synir hennara vóru hesir: Jeser, Sobab og Ardon. Táið Azuba doyði, tók Kaleb Efrat til konu, og við henni fekk hann sonin Hur; Hur fekk sonin Uri, og Uri fekk sonin Bezalel. Síðani giftist Hezron við dóttur Makir, faðir Gilead; hann var ár, táið hann tók hana til konu. Við henni fekk hann sonin Segub. Segub fekk sonin Ja'ir, sum átti býir í Gileadslandi. Men Gesuritar og Áramearar tóku Ja'irsbýir frá teimum og somuleiðis Kenat við bygdunum, ið til tað hoyrdu býir tilsamans. Allir hesir vóru synir Makir, faðir Gilead. Eftir tað at Hezron var deyður í Kaleb-Efrata, átti Abia, kona hansara, honum Ashur, faðir Tekoa. Synir Jerame'el, hin frumborna Hezrons, vóru Ram hin frumborni hansara og Buna, Oren og Ozem, við Ahiu. Jerame'el hevði eisini eina aðra konu; hon æt Atara; hon var móðir Onam. Synir Ram, hin frumborna Jerame'els, vóru Ma'az, Jamin og Eker. Synir Onam vóru Sammai og Jada; synir Sammai vóru Nadab og Abisur. Kona Abisur æt Abihajil; við henni átti hann Aban og Molid. Synir Nadab vóru Seled og Appajim; Seled doyði og átti ongan son. Sonur Appajim var Jisi; sonur Jisi var Sesan; sonur Sesan var Alai. Synir Jada, bróður Sammai, vóru Jeter og Jónatan; Jeter doyði og átti ongan son. Synir Jónatan vóru Pelet og Zaza. Hetta vóru eftirkomarar Jerame'els. Sesan átti bert døtur, ongar synir. Men Sesan hevði egyptiskan tænara, ið æt Jarha; og hann læt tænara sín Jarha fáa dóttur sína til konu; hann fekk við henni sonin Attai; Attai fekk sonin Natan; Natan fekk sonin Zabad; Zabad fekk sonin Eflal; Eflal fekk sonin Obed; Obed fekk sonin Jehu; Jehu fekk sonin Azarja; Azarja fekk sonin Helez; Helez fekk sonin Elasa; Elasa fekk sonin Sismai; Sismai fekk sonin Sallum; Sallum fekk sonin Jekamja; Jekamja fekk sonin Elisama. Synir Kaleb, bróður Jerame'el, vóru Mesa hin frumborni hansara, faðir Zif og synir Maresa, faðir Hebron; synir Hebron vóru Kora, Tappua, Rekem og Sema; Sema fekk sonin Raham, faðir Jorkeam. Rekem fekk sonin Sammai; sonur Sammai var Maon, sum var faðir Bet-Zur. Efa, hjákona Kaleb, átti Haran, Moza og Gazez; Haran fekk sonin Gazez. Synir Jedai vóru Regem, Jótam, Gesan, Pelet, Efa og Sa'af. Ma'aka, hjákona Kaleb, átti Seber og Tirhana; hon átti eisini Sa'af, faðir Madmanna, og Seva, faðir Makbena og Gibea. Dóttir Kaleb var Aksa. Hetta vóru synir Kaleb: Sobal, sonur Hur, hin frumborni Efrata, og faðir Kirjat-Jearim, Salma, faðir Betlehem, Haref, faðir Bet-Gader. Synir Sobal, sum var faðir Kirjat-Jearim, vóru Haroe og helvtin av hammenuhotættini. Ættir Kirjat-Jearims vóru Jitritar, Putitar, Sumatitar og Misra'itar; frá teimum eru ættaðir Zoratitar og Estaolitar. Synir Salma vóru Betlehem, Netofatitar, Atrot-Bet-Jóab, helvtin av Manahatitum og Zoritar. Ættir hinna skriftlærdu, sum í Jabez búðu, vóru Tiratitar, Simatitar og Sukatitar; hetta eru teir Kinitar, ið eru ættaðir frá Hammat, faðir rekabsættina. KAPITUL Ætt Dávids. Synirnir, sum Dávid fekk í Hebron, vóru hesir: Amnon, hin frumborna, fekk hann við Ahinoam úr Jizre'el, hin annan, Dániel,* við Abigajil úr Karmel; hin triði, Absalom, var sonur Ma'aku, dóttur Talmai kong í Gesur; hin fjórði, Adonja, var sonur Haggit; hin fimta, Sefatja, fekk hann við Abital, hin sætta, Jitream, við konu síni Eglu. Hesar seks fekk hann í Hebron; har stýrdi hann í sjey ár og seks mánaðir. Í Jerúsalem stýrdi hann í ár. Synirnir, sum hann fekk í Jerúsalem, vóru hesir: Simea, Sobab, Natan og Sálomo hesar fýra átti hann við Batsuu, dóttur Ammiel framvegis Jibhar, Elisama, Elifelet, Noga, Nefeg, Jafia, Elisama, Eljada og Elifelet níggju tilsamans. Hetta vóru allir synir Dávid umframt synirnar, ið hann fekk við hjákonum sínum og Tamar var systir teirra. Sonur Sálomo var Rehabeam; sonur hansara var Abia; sonur hansara var Asa; sonur hansara var Jósafat; sonur hansara var Jóram; sonur hansara var Ahazja; sonur hansara var Jóas; sonur hansara var Amazja; sonur hansara var Azarja; sonur hansara var Jótam; sonur hansara var Akaz; sonur hansara var Ezekias; sonur hansara var Manasse; sonur hansara var Amon; sonur hansara var Josias. Synir Josias vóru Jóhanan hin frumborni sonur hansara og Jójakim, hin annar, Zedekias, hin triði, og Sallum, hin fjórði. Synir Jójakim vóru sonur hansara Jekonja og sonur hansara Zedekias. Synir Jekonja fangan vóru sonur hansara Sealtiel og Malkiram, Pedaja, Senazzar, Jekamja, Hosama og Nedabja. Synir Pedaja vóru Zerubbabel og Sime'i; synir Zerubbabel vóru Mesullam og Hananja systir teirra var Selomit og Hasuba, Ohel, Berekja, Hasadja og Jusab-Hesed fimm. Synir Hananja vóru Pelatja og Jesaja, framvegis synir Refaja, synir Arnan, synir Obadja og synir Sekanja. Sonur Sekanja var Semaja; synir Semaja vóru Hattus, Jigal, Baria, Nearja og Safat seks. Synir Nearja vóru Eljoenai, Hizkia og Azrikam tríggir. Synir Eljoenai vóru Hodavja, Eljasib, Pelaja, Akkub, Jóhanan, Delaja og Anani sjey. KAPITUL Ætt Juda, Símeons, Synir Juda vóru Perez, Hezron, Karmi, Hur og Sobal. Reaja, sonur Sobal, fekk sonin Jahat; Jahat fekk synirnar Ahumai og Lahad. Hetta vóru ættir Zoratita. Hetta vóru synir Abi-Etam: Jizre'el, Jisma og Jidbas systir teirra æt Hazlelponi framvegis Penuel, faðir Gedor, og Ezer, faðir Husa; hetta vóru synir Hur, sum var hin frumborni Efrata og faðir Betlehem. Ashur, faðir Tekoa, hevði tvær konur, Helu og Na'aru. Við Na'aru átti hann Ahuzzam, Hefer, Temeni og Ahastaritar; hetta vóru synir Na'aru. Synir Helu vóru Zeret, Jizhar og Etnan. Koz var faðir Anub, Hazzobeba og ættir Aharhels, sonar Harums. Jabez var ærdur fram um brøður sínar; móðir hansara gav honum navnið Jabez, tí hon segði: ?Tað var mær svárt at eiga hann.? Jabez ákallaði Gud Ísraels og segði: ?Á, hevði Tú viljað signað meg og rúmkað landamark míni, latið hond Tína verið við mær og latið tað verðið so, at eingin vanlukka kom, og eg slapp frá øllum, ið svárt* er!? Og Gud gav honum alt, ið hann bað um. Kelub, bróðir Suha, fekk sonin Mehir, faðir Eston. Eston fekk synirnar Bet-Rafa, Pasea og Tehinna, sum var faðir Ir-Nahas; hetta vóru Rekamenn. Synir Kenaz vóru Otniel og Seraja; sonur Otniel var Hatat. Meonotai fekk sonin Ofra; Seraja fekk sonin Jóab, sum var faðir ættina í Træsmiðadali teir vóru træsmiðir. Synir Kaleb, son Jefunne, vóru Iru, Ela og Na'am; sonur Ela var Kenaz. Synir Jehallelel vóru Zif, Zifa, Tirja og Asarel. Synir Ezra vóru Jeter, Mered, Efer og Jalon. Og hon* varð við barn og átti Mirjam, Sammai og Jisba, faðir Estemoa. Hin judeiska kona hansara átti Jered, faðir Gedor, Heber, faðir Soko, og Jekutiel, faðir Zanoa; hinir* vóru synir Bitju, dóttur Farao, sum Mered hevði tikið til konu. Synir konu Hodija systur Naham vóru: Garmiturin, faðir Ke'ila, og Estemoa Ma'akatitur. Synir Símeon vóru Amnon og Rinna, Ben-Hanan og Tilon. Synir Jisi vóru Zohet og sonur Zohet. Synir Sela, son Juda, vóru: Er, faðir Leka, Lada, faðir Maresa, og tær ættirnar, ið hoyrdu til hús teirra av ætt Asbea, sum virkaðu bummull, framvegis Jokim, menninir í Kozeba og Jóas og Saraf, sum gjørdust harrar yvir Móab, og so Jasubi-Lehem men hetta hoyrir til hina gomlu tíðina. Hesir vóru leirkerasmiðir og búðu í Neta'im og Gedera; teir búðu har hjá konginum og vóru í arbeiði hjá honum. Synir Símeon vóru Nemuel, Jamin, Jarib, Zera og Saul; sonur hansara var Sallum; sonur hansara var Mibsam; sonur hansara var Misma. Synir Misma vóru: Hammuel, sonur hansara, Zakkur, sonur hansara, og Sime'i, sonur hansara. Sime'i hevði sekstan synir og seks døtur; men brøður hansara høvdu ikki nógvar synir, so at øll ætt teirra varð ikki so fjølment sum Judamenn. Teir búðu í Be'erseba, Molada, Hazar-Sual, Bilha, Ezem, Tolad, Betuel, Horma, Ziklag, Bet-Markabot, Hazar-Susim, Bet-Biri, Sa'arajim hetta vóru, inntil Dávid varð kongur, býir teirra við bygdunum, ið til hoyrdu framvegis í Etam, Ajin, Rimmon, Token og Asan fimm býir og í øllum bygdunum, sum vóru rundan um hesar býir, líka til Ba'al. Hetta vóru bústaðir teirra, og teir høvdu ættarbók fyri seg sjálvar. Framvegis: Mesobab, Jamlek og Josa, sonur Amazja, Jóel og Jehu, sonur Josibja, sum var sonur Seraja, son Asiel, Eljoenai, Ja'akoba, Jesohaja, Asaja, Adiel, Jesimiel, Benaja, og Ziza, sonur Sifi, son Allon, son Jedaja, son Simri, son Semaja. Hesir, ið her eru nevndir við navni, vóru høvdingar í ættum sínum, og ættir teirra vórðu ógvuliga fjølmentar. Teir fóru avstað yvir ímóti Gedor, líka til eystan fyri dalin, at leita eftir haglendi til smáfæ sítt; og har funnu teir feitt og gott haglendi; landið var ivaleysa rúmsátt, og har var kvirt og friðarligt; tí teir, sum búðu har frammanundan, vóru ættaðir frá Kam. Tá komu, meðan Ezekias var kongur í Juda, hesir, ið her eru nevndir við navni, og oyddu tjøld teirra, høgdu niður Me'unitar, ið har vóru, og slógu teir við banni, so teir eru ikki til longur; síðani búsettust teir í landi teirra; tí har var haglendi til smáfæ teirra. mans av teimum av Símeonitum fóru til Se'irsfjøll Pelatja, Nearja, Refaja og Uzziel, synir Jisi, vóru oddamenn teirra og teir drópu hinar av Amalekitum, teir, ið undan vóru slopnir; síðani búsettust teir har og búgva har enn í dag. KAPITUL Ætt Rubens, Gads, Bardagar ættanna eystan fyri Jordan, Hálv ætt Manasse, Synir Ruben, hin frumborna Ísraels tí hann var hin frumborni, men aftur fyri at hann vanhalgaði song faðirs síns, varð frumburðarrætturin givin sonum Jósef, son Ísrael; tó varð hann* ikki skrivaður inn í ættarbókina sum hin frumborni. Tí víst fekk Juda valdið yvir brøðrunum, og høvdingin skuldi vera ein av eftirkomarum hansara, men frumburðarrættin fekk Jósef synir Ruben, hin frumborna Ísraels, vóru Hanok, Pallu, Hezron og Karmi. Synir Jóel vóru: Sonur hansara Semaja, sonur hansara Gog, sonur hansara Sime'i, sonur hansara Mika, sonur hansara Reaja, sonur hansara Ba'al, sonur hansara Be'era sum Tilgat-Pilneser kongur í Assýria flutti burtur í útlegd hann var høvdingi Rubenita. Brøður hansara vóru eftir ættum sínum, táið teir vórðu uppskrivaðir í ættarbókina eftir ættarliðum sínum: Je'iel, hin fyrsti, harnæst Zakarja, og Bela, sonur Azaz, son Sema, son Jóel; hann búði í Aroer og líka at Nebo og Ba'al-Meon; og fyri eystan náddu bústaðir hansara yvir ímóti oyðimørkini, sum røkkur líka frá ánni Frat; tí teir høvdu stór fylgi av fæi í Gileadslandi. Á døgum Sauls bardust teir við Hagritar sum vórðu kúgaðir av teimum; teir búðu so í tjøldum teirra fram við allari eystursíðu Gileads. Synir Gad høvdu bústaðir sínar beint yvir av teimum í Basanslandi líka til Salka: Jóel, hin fyrsti, harnæst Safan, Janai og Safat í Basan. Brøður teirra vóru, eftir fedrahúsum sínum, Mikael, Mesullam, Seba, Jorai, Jakan, Zia og Eber sjey. Hesir vóru synir Abihajil, son Huri, son Jaroa, son Gilead, son Mikael, son Jesisai, son Jado, son Buz. Ahi, sonur Abdiel, son Guni, var høvd fedrahúsa teirra. Teir búðu í Gilead, í Basan og í býunum, sum hartil hoyrdu, og á øllum graslendi Sarons, so langt sum tað gekk. Á teimum døgum ið Jótam var kongur í Juda, og Jeroboam var kongur í Ísrael, vórðu allir hesir uppskrivaðir í ættarbókina. Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse vóru raskir menn, menn, ið bóru skjøld og svørð og spentu boga og vóru hervandir; teir vóru vápnaførir menn. Teir bardust við Hagritar og Jetur, Nafis og Nodab; og teir fingu hjálp móti teimum, so at Hagritar og allir teir, ið við teimum vóru, vórðu givnir í hendur teirra; tí teir róptu til Gud, meðan bardagin leikaði á, og Hann bønhoyrdi teir, aftur fyri at teir litu á Hann. Teir tóku fæ teirra sum herfong, kamelar, kríatúr av smáfæi og esil, haraftrat menniskju. Tí har vóru nógvir falnir og dripnir, við tað at bardagin var frá Gudi. Teir búðu so í landi teirra líka til herleiðingina. Teir, ið hoyrdu til hálva ætt Manasse, búðu í landinum úr Basan til Ba'al-Hermon, Senir og Hermonfjall; teir vóru fjølmentir. Hesir vóru høvd fedrahúsa teirra: Efer, Jisi, Eliel, Azriel, Jirmeja, Hodavja og Jadiel, veldigir hermenn, navngitnir menn, høvd fedrahúsa sína. Men teir vístu Fedragudi sínum ótrúskap og runnu í trúleysum fráfalli eftir gudunum, sum fólkini í landinum dýrkaðu, fólkini, ið Gud hevði oytt fyri teimum. Tá eggjaði Gud Ísraels upp móti teimum anda assýriakonganna Puls og Tilgat-Pilnesers; og hann* herleiddi teir, bæði Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse, og flutti teir til Hala, Habor, Hara og Gozansá har teir eru enn í dag. KAPITUL Ætt Levi: Høvuðsprestar, Synir Levi, Sangararnir Heman, Asaf og Etan, Levitar og høvuðsprestar, Býir prestanna og Levitanna, Synir Levi vóru Gerson, Kahat og Merari. Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Børn Amram vóru Áron, Móses og Mirjam; synir Áron vóru Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar. Eleazar fekk sonin Pinehas; Pinehas fekk sonin Abisua; Abisua fekk sonin Bukki; Bukki fekk sonin Uzzi; Uzzi fekk sonin Zeraja; Zeraja fekk sonin Merajot; Merajot fekk sonin Amarja; Amarja fekk sonin Ahitub; Ahitub fekk sonin Zadok; Zadok fekk sonin Ahima'az; Ahima'az fekk sonin Azarja; Azarja fekk sonin Jóhanan. Jóhanan fekk sonin Azarja hann var prestur í templinum, sum Sálomo bygdi í Jerúsalem; Azarja fekk sonin Amarja; Amarja fekk sonin Ahitub; Ahitub fekk sonin Zadok; Zadok fekk sonin Sallum; Sallum fekk sonin Hilkia; Hilkia fekk sonin Azarja; Azarja fekk sonin Seraja; Seraja fekk sonin Józadak. Józadak fór við, táið HARRIN læt Nebukadnezar flyta Juda og Jerúsalem í útlegd. Synir Levi vóru Gersom, Kahat og Merari. Hetta eru nøvn sona Gersom: Libni og Sime'i. Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Synir Merari vóru Mali og Musi. Hetta vóru ættir Levita eftir fedrahúsum teirra. Frá Gersom vóru ættaðir: Sonur hansara Libni, sonur hansara Jahat, sonur hansara Zimma, sonur hansara Jóa, sonur hansara Iddo, sonur hansara Zera, sonur hansara Jeatrai. Synir Kahat vóru: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kora, sonur hansara Assir, sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir, sonur hansara Tahat, sonur hansara Uriel, sonur hansara Uzzia, sonur hansara Saul. Synir Elkana vóru Amasai og Ahimot; sonur hansara var Elkana; sonur hansara var Zofai, sonur hansara Nahat, sonur hansara Eliab, sonur hansara Jeroham, sonur hansara Elkana.* Synir Sámuel vóru Vasni hin frumborni hansara og Abia. Sonur Merari var Mali; sonur hansara var Libni, sonur hansara Sime'i, sonur hansara Uzza, sonur hansara Simea, sonur hansara Haggija, sonur hansara Asaja. Hesir vóru teir, ið Dávid setti til at hava við songin at gera í húsi HARRANS, eftir at ørkin hevði fingið hvíldarstað, og sum gjørdu tænastu sum sangarar framman fyri samkomutjaldið, tabernaklið, inntil Sálomo bygdi hús HARRANS í Jerúsalem; teir stóðu har og gjørdu tænastu sína eftir fyriskipanunum, ið teir høvdu fingið hesir vóru teir, ið stóðu har við sonum sínum: Av sonum Kahatita: Heman sangari, sonur Jóel, son Sámuel, son Elkana, son Jeroham, son Eliel, son Toa, son Zif, son Elkana, son Mahat, son Amasai, son Elkana, son Jóel, son Azarja, son Zefanja, son Tahat, son Assir, son Ebjasaf, son Kora, son Jizhar, son Kahat, son Levi, son Ísrael. Bróðir hansara* var Asaf; hann stóð høgrumegin hann Asaf, sonur Berekja, son Simea, son Mikael, son Ba'aseja, son Malkija, son Etni, son Zera, son Adaja, son Etan, son Zimma, son Sime'i, son Jahat, son Gersom, son Levi. Brøður teirra, synir Merari, stóðu vinstrumegin: Etan, sonur Kisi, son Abdi, son Malluk, son Hasabja, son Amazja, son Hilkia, son Amzi, son Bani, son Semer, son Mali, son Musi, son Merari, son Levi. Brøður teirra, Levitarnir, vóru givnir til at gera alskyns tænastu í tabernaklinum, húsi Guds. Men Áron og synir hansara ofraðu á brennioffuraltarinum og roykilsisaltarinum og vóru settir at gera alla tænastu í hinum alraheilagasta og til at gera bót fyri Ísrael, eftir øllum tí, sum tænari Guds Móses hevði givið boð um. Hesir vóru synir Áron: Sonur hansara: Eleazar; sonur hansara: Pinehas; sonur hansara: Abisua; sonur hansara: Bukki; sonur hansara: Uzzi; sonur hansara: Zeraja; sonur hansara: Merajot; sonur hansara: Amarja; sonur hansara: Ahitub; sonur hansara: Zadok; sonur hansara: Ahima'az. Hetta vóru bústaðir teirra, eftir býum teirra, innan fyri landamark teirra: Synir Áron, av ætt Kahatita sum fyrsti lutur fall á teir fingu Hebron í Judalandi, við jørðini, ið til hoyrdi, rundanum; men akurlendið og bygdirnar, ið til býin hoyrdu, fekk Kaleb, sonur Jefunne. Synir Áron fingu tá griðstaðin Hebron, Libna við jørðini, ið til hoyrdi, Jattir og Estemoa við jørðini, ið til hoyrdi, Hilen við jørðini, ið til hoyrdi, Debir við jørðini, ið til hoyrdi, Asan við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Semes við jørðini, ið til hoyrdi. Av ætt Benjamins: Geba við jørðini, ið til hoyrdi, Allemet við jørðini, ið til hoyrdi, og Anatot við jørðini, ið til hoyrdi. Býir teirra vóru tilsamans eftir slektum teirra. Kahatitar* hinir av slekt ættarinnar fingu við lutakasti býir frá hini hálvu ættini hálvari ætt Manasse. Gersomitar, eftir slektum sínum, fingu býir frá ætt Issakars, ætt Asers, ætt Naftali og ætt Manasse í Basan. Meraritar, eftir slektum sínum, fingu við lutakasti býir frá ætt Rubens, ætt Gads og ætt Zebulons. Ísraelsmenn góvu tá Levitunum hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi. Teir góvu teimum við lutakasti frá ætt Judamanna, ætt Símeonita og ætt Benjaminita hesar býir, ið nevndir eru við navni. Nakrar av slektum Kahatita fingu frá ætt Efra'ims hesar býir sum tað, ið teimum lutaðist -: Griðstaðin Sikem við jørðini, ið til hoyrdi, á Efra'imsfjøllum, Gezer við jørðini, ið til hoyrdi, Jokmeam við jørðini, ið til hoyrdi, Bet-Horon við jørðini, ið til hoyrdi, Ajalon við jørðini, ið til hoyrdi, Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi, og frá hálvari ætt Manasse Aner við jørðini, ið til hoyrdi, og Bileam við jørðini, ið til hoyrdi. Hetta fingu hinar slektir Kahatita. Synir Gersom fingu frá teirri slekt, ið var hálv ætt Manasse: Golan í Basan við jørðini, ið til hoyrdi, og Astarot við jørðini, ið til hoyrdi; frá ætt Issakars: Kedes við jørðini, ið til hoyrdi, Dobrat við jørðini, ið til hoyrdi, Ramot við jørðini, ið til hoyrdi, og Anem við jørðini, ið til hoyrdi; frá ætt Asers: Masal við jørðini, ið til hoyrdi, Abdon við jørðini, ið til hoyrdi, Hukok við jørðini, ið til hoyrdi, og Rehob við jørðini, ið til hoyrdi; frá ætt Naftali: Kedes í Galilea við jørðini, ið til hoyrdi, Hammon við jørðini, ið til hoyrdi, og Kirjatajim við jørðini, ið til hoyrdi. Meraritar hinir av Levitunum fingu frá ætt Zebulons: Rimmono við jørðini, ið til hoyrdi, og Tabor við jørðini, ið til hoyrdi; og hinumegin Jordan, beint yvir av Jeriko eystan fyri Jordan fingu teir frá ætt Rubens: Bezer í oyðimørkini við jørðini, ið til hoyrdi, Jaza við jørðini, ið til hoyrdi, Kedemot við jørðini, ið til hoyrdi, og Mefa'at við jørðini, ið til hoyrdi; frá ætt Gads: Ramot í Gilead við jørðini, ið til hoyrdi, Mahanajim við jørðini, ið til hoyrdi, Hesbon við jørðini, ið til hoyrdi, og Jazer við jørðini, ið til hoyrdi. KAPITUL Ætt Issakars, Ætt Benjamins, Ætt Naftali, Ætt Manasse, Ætt Efra'ims, Ætt Asers, Synir Issakar vóru Tola, Pua, Jasib og Simron fýra. Synir Tola vóru Uzzi, Refaja, Jeriel, Jamai, Jibsam og Sámuel, høvdingar í ættum sínum, sum vóru ættaðir frá Tola, veldigir kappar í ættum sínum; á døgum Dávids vóru teir í tali. Sonur Uzzi var Jizraja; synir Jizraja vóru Mikael, Obadja, Jóel og Jissia fimm í alt, allir ættarhøvdingar. Til teirra hoyrdu, eftir ættum og fedrahúsum teirra, flokkar, vápnaðir til bardaga, mans tí teir høvdu nógvar konur og nógv børn. Brøður teirra í øllum ættum Issakars vóru veldigir kappar; í alt vóru teir mans, sum vóru uppskrivaðir. Synir Benjamin vóru Bela, Beker og Jediael tríggir. Synir Bela vóru Ezbon, Uzzi, Uzziel, Jerimot og Iri fimm; teir vóru ættarhøvdingar og veldigir kappar; í ættarbók teirra stóðu mans. Synir Beker vóru Zemira, Jóas, Eliezer, Eljoenai, Omri, Jeremot, Abia, Anatot og Alemet; allir hesir vóru synir Beker; og eftir ættarbókum teirra, har sum slektir teirra vóru uppskrivaðar saman við ættarhøvdingum teirra veldigum køppum vóru teir mans. Synir Jediael vóru Bilhan; synir Bilhan vóru Je'is, Benjamin, Ehud, Kena'ana, Zetan, Tarsis og Ahisahar; allir hesir vóru synir Jediael, ættarhøvdingar, veldigir kappar, vandir hermenn. Suppim og Huppim vóru synir Ir; Husim var ættaður frá Aher. Synir Naftali vóru: Jaziel, Guni, Jezer og Sallum synir Bilhu. Synir Manasse vóru: Asriel sum kona hansara átti; hin árameiska hjákona hansara átti Makir, faðir Gilead. Makir tók til konu systur Huppim og Suppim; systirin æt Ma'aka. Hin sonurin æt Zelofhad; Zelofhad átti bert døtur. Ma'aka, kona Makir, átti son, sum hon kallaði Peres; bróðir hansara æt Seres, og synir hansara vóru Ulam og Rekem. Sonur Ulam var Bedan. Hesir vóru synir Gilead, son Makir, son Manasse. Systir hansara var Hammoleket; hon átti Ishod, Abiezer og Mala. Synir Semida vóru Ajan, Sekem, Likhi og Aniam. Synir Efra'im vóru: Sutela sonur hansara var Bered, sonur hansara Tahat, sonur hansara Elada, sonur hansara Tahat, sonur hansara Zabad, og sonur hansara Sutela og Ezer og Elad; teir vórðu dripnir av monnum úr Gat, sum vóru føddir har í landinum, aftur fyri at teir vóru komnir hagar at ræna fæ teirra. Efra'im, faðir teirra, syrgdi teir í langa tíð, og brøður hansara komu at troysta hann. So fór hann inn til konu sína, og hon varð við barn og átti son, sum hann kallaði Beria, av tí at hús hansara hevði verið fyri vanlukku. Dóttir hansara var Se'era; hon bygdi Niðara- og Ovara-Bet-Horon og Uzzen-Se'era. Sonur hansara var Refa, synir hansara Resef og Tela, sonur hansara Tahan, sonur hansara Ladan, sonur hansara Ammihud, sonur hansara Elisama, sonur hansara Non, sonur hansara Josva. Ogn teirra og bústaðir teirra vóru: Betel við bygdunum, ið til hoyrdu, fyri eystan Na'aran, fyri vestan Gezer við bygdunum, ið til hoyrdu, framvegis Sikem við bygdunum, ið til hoyrdu, líka til Gaza við bygdunum, ið til hoyrdu. Manassitar áttu Bet-Sean við bygdunum, ið til hoyrdu, Ta'anak við bygdunum, ið til hoyrdu, Megiddo við bygdunum, ið til hoyrdu, og Dor við bygdunum, ið til hoyrdu. Í hesum býum búðu synir Jósef, son Ísrael. Synir Aser vóru Jimna, Jisva, Jisvi og Beria; systir teirra var Sera. Synir Beria vóru Heber og Malkiel; hann var faðir Birzot. Heber var faðir Jaflet, Somer og Hotam og systur teirra, Suu. Synir Jaflet vóru Pasak, Bimhal og Asvat; hetta vóru synir Jaflet. Synir Semer vóru Ahi, Roga, Jehubba og Áram. Synir Helem, bróður hansara, vóru Zofa, Jimna, Seles og Amal. Synir Zofa vóru Sua, Harnefer, Sual, Beri, Jimra, Bezer, Hod, Samma, Silsa, Jitran og Be'era. Synir Jeter vóru Jefunne, Pispa og Ara. Synir Ulla vóru Ara, Hanniel og Rizja. Allir hesir vóru synir Aser, ættarhøvdingar, útvaldir, veldigir kappar, høvdingar millum høvdingarnar. Teir, ið stóðu í ættarbók teirra sum dugandi til hertænastu, vóru í tali KAPITUL Ætt Benjamins. Hús Sauls. Benjamin var faðir Bela sum var hin frumborni hansara; Asbel var annar sonur hansara, Ara hin triði, Noha hin fjórði, og Rafa hin fimti. Bela átti synirnar Addar, Gera, Abihud, Abisua, Na'aman, Ahoa, Gera, Sefufan og Huram. Hesir vóru synir Ehud teir vóru ættarhøvdingar millum teirra, sum búðu í Geba, og sum vórðu flutt burtur til Manahat; tað var Na'aman, ið saman við Ahia og Gera flutti tey burtur hann fekk synirnar Uzza og Ahihud. Saharajim fekk børn í Móabslandi, eftir at hann hevði skilt seg frá konum sínum Husim og Ba'aru. Við konu síni Hodes fekk hann Jobab, Zibja, Mesa, Malkam, Je'uz, Sakja og Mirma; hesir vóru synir hansara; teir vóru ættarhøvdingar. Við Husim átti hann Abitub og Elpa'al. Synir Elpa'al vóru Eber, Mis'am, Semer hann, sum bygdi Ono og Lod við bygdunum, ið til hoyrdu. Beria og Sema teir vóru ættarhøvdingar millum teirra, sum búðu í Ajalon; teir róku burtur tey, sum búðu í Gat. Ajo, Sasak, Jeremot, Zebadja, Arad, Eder, Mikael, Jispa og Joha vóru synir Beria. Zebadja, Mesullam, Hizki, Heber, Jismerai, Jizlia og Jobab vóru synir Elpa'al. Jakim, Zikri, Zabdi, Elienai, Zilletai, Eliel, Adaja, Beraja og Simrat vóru synir Sime'i. Jispan, Eber, Eliel, Abdon, Zikri, Hanan, Hananja, Elam, Antotija, Jifdeja og Peniel vóru synir Sasak. Samserai, Seharja, Atalja, Ja'aresja, Elia og Zikri vóru synir Jeroham. Allir hesir vóru ættarhøvdingar í ættum sínum, høvdingar; teir búðu í Jerúsalem. Í Gibeon búði faðir Gibeon; kona hansara æt Ma'aka. Hin frumborni sonur hansara var Abdon; síðani vóru Zur, Kis, Ba'al, Nadab, Gedor, Ajo og Zeker. Miklot fekk sonin Simea. Eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum í Jerúsalem, beint yvir av brøðrum sínum. Ner fekk sonin Kis; Kis fekk sonin Saul; Saul fekk synirnar Jónatan, Malkisua, Abinadab og Esba'al. Sonur Jónatan var Meribba'al; Meribba'al fekk sonin Mika; Synir Mika vóru Piton, Melek, Tarea og Ahaz; Ahaz fekk sonin Joadda; Joadda fekk Alemet, Azmavet og Zimri; Zimri fekk Moza; Moza fekk sonin Bina; sonur hansara var Rafa, sonur hansara Elasa, sonur hansara Azel; Azel hevði seks synir, ið itu Azrikam, Bokeru, Ísmael, Searja, Obadja og Hanan, allir hesir vóru synir Azel. Synir bróður hansara Esek vóru Ulam hin frumborni hansara Je'us, hin annar, og Elifelet, hin triði. Synir Ulam vóru veldigir kappar, kringir bogamenn; teir áttu nógvar synir og sonasynir Allir hesir hoyrdu til Benjaminitar. KAPITUL Fólkið í Jerúsalem, Hús Sauls, Allir Ísraelsmenn vórðu settir í ættarbøkur og standa uppskrivaðir í kongabók Ísraels. Juda varð herleitt til Bábel aftur fyri trúloysi sítt. Teir, ið frammanundan búðu har, búðu á ogn síni, í býum sínum; teir vóru vanligir Ísraelsmenn og prestar, Levitar og tempultænarar. Í Jerúsalem búðu av Judamonnum, Benjaminitum, Efra'imitum og Manassitum hesir: Utai, sonur Ammihud, son Omri, son Imri, son Bani, av eftirkomarum Perez, sonar Juda; av Silonitum: Asaja hin frumborni og synir hansara; av Zera'itum: Je'uel og brøður teirra av Benjaminitum: Sallu, sonur Mesullam, son Hodavja, son Hassenua; Jibneja, sonur Jeroham; Ela, sonur Uzzi, son Mikri; Mesullam, sonur Sefatja, son Re'uel, son Jibneja; harumframt brøður teirra, eftir ættum teirra allir hesir menn vóru ættarhøvdingar í ættum sínum. Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jakin, Azarja, sonur Hilkia, son Mesullam, son Zadok, son Merajot, son Ahitub hann var høvuðsmaður yvir húsi Guds framvegis Adaja, sonur Jeroham, son Pashur, son Malkia; Masai, sonur Adiel, son Jazera, son Mesullam, son Messillemit, son Immer; harumframt brøður teirra, ættarhøvdingar í ættum teirra dugnamenn í arbeiðinum við tænastuna í húsi Guds. Av Levitunum: Semaja, sonur Hassub, son Azrikam, son Hasabja, av Meraritum; Bakbakkar, Heres, Galal og Mattanja, sonur Mika, son Zikri, son Asaf; Obadja, sonur Semaja, son Galal, son Jedutun, og Berekja, sonur Asa, son Elkana, sum búði í Netofatitabygdunum. Duravaktararnir: Sallum. Akkub. Talmon, Ahiman og brøður teirra; Sallum var høvdið og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum. Sallum, sonur Kore, son Ebjasaf, son Kora, og brøður hansara, teir, ið vóru av ætt hansara, Kora'itar, teir høvdu sum tænastuarbeiði sítt at vera vaktarar við gáttir tjaldsins, við tað at fedrar teirra høvdu verið vaktarar við dyrnar í tilhaldi HARRANS. Pinehas, sonur Eleazar, var forðum høvdingi teirra; við honum var HARRIN. Zakarja, sonur Meselemja, var duravaktari við inngongd samkomutjaldsins. Allir hesir, ið vóru útvaldir til at halda vakt við dyrnar, vóru tilsamans teir vóru uppskrivaðir í ættarbøkur eftir bygdum sínum; Dávid og Sámuel síggjari høvdu innsett teir í embæti teirra. Teir og synir teirra stóðu og hildu vakt við portur húss HARRANS, tjaldhússins. Duravaktararnir stóðu móti hinum fýra ættunum, móti eystri, vestri, norðri og suðri. Og brøður teirra, sum búðu í bygdum sínum, skuldu koma inn so við og við, sjey dagar í senn, og hjálpa teimum. Tí teir fýra yvirduravaktararnir vóru menn, ið litið varð á. Hetta vóru Levitarnir. Teir høvdu eisini umsjón við kømurunum og skattkømurunum í húsi Guds. Um náttina hildu teir til rundan um hús Guds; tí teir áttu at halda vakt, og teir skuldu hvønn morgun lata upp portrini. Nakrir av teimum áttu at ansa eftir amboðunum, ið nýtt vórðu við tænastuna; teir taldu tey, bæði táið teir bóru tey inn, og táið teir bóru tey út. Og nakrir av teimum skuldu ansa eftir hinum amboðunum øllum amboðunum í halgidóminum og eftir tí fína mjølinum, víninum, oljuni, roykilsinum og kryddurtunum. Nakrir av prestasonunum gjørdu kryddsalvuna. Mattitja, ein av Levitunum, frumborni sonur Sallum Kora'it, honum var litið upp í hendur at baka tað, ið bakast skuldi. Nakrir av Kahatitum, brøðrum teirra, skuldu akta eftir sýnisbreyðunum og leggja tey fram hvønn sabbat. Hetta vóru sangararnir, ættarhøvdingar millum Levitarnar; teir hildu til í kømurunum og vóru leysir við aðra tænastu; tí teir høvdu sítt egna arbeiði við at gera dag og nátt. Hesir vóru ættarhøvdingarnir millum Levitarnar, eftir ættum teirra høvdingar; teir búðu í Jerúsalem. Í Gibeon búði Je'uel, faðir Gibeon; kona hansara æt Ma'aka. Hin frumborni sonur hansara var Abdon; síðani vóru Zur, Kis, Ba'al, Ner, Nadab, Gedor, Ajo, Zakarja og Miklot; Miklot fekk sonin Simeam; eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum í Jerúsalem, beint yvir av brøðrum sínum. Ner fekk sonin Kis; Kis var faðir Saul; Saul fekk synirnar Jónatan, Malkisua, Abinadab og Esba'al. Sonur Jónatan var Meribba'al; Meribba'al fekk sonin Mika; synir Mika vóru Piton, Melek og Tarea. Ahaz fekk sonin Jara; Jara fekk Alemet, Azmavet og Zimri; Zimri fekk Moza; Moza fekk sonin Bina; sonur hansara var Refaja, sonur hansara Elasa, sonur hansara Azel; Azel hevði seks synir, ið itu Azrikam, Bokeru, Ísmael, Searja, Obadja og Hanan; hetta vóru synir Azel. KAPITUL Saul doyr. Filistarar herjaðu á Ísrael; og menn Ísraels flýddu fyri Filistarum, og teir falnu lógu víða hvar á Gilboafjalli. Filistarar vóru Saul og sonum hansara tætt í hølunum, og teir drópu Jónatan, Abinadab og Malkisua, synir Saul. Bardagin gjørdist harður, har sum Saul var; bogamenninir raktu við hann, og ógvulig angist kom á hann fyri teimum. Tá segði Saul við vápnasvein sín: ?Drag svørð títt og stikk tað ígjøgnum meg, so ikki hesir óumskornu koma og fara illa við mær!? Men vápnasveinurin vildi ikki hann tordi ikki. Tá tók Saul sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað. Táið vápnasveinurin sá, at Saul var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði. Soleiðis doyðu Saul, teir tríggir synir hansara og allir skyldmenn hansara; teir doyðu allir samlir. Táið nú allir Ísraelsmenn í dalinum sóu, at teir vóru flýddir, og at Saul og synir hansara vóru falnir, rýmdu teir úr býum sínum og flýddu; og Filistarar komu og búsettust har. Dagin eftir komu Filistarar at ræna hinar falnu; teir funnu tá Saul og synir hansara liggjandi á Gilboafjalli. Teir rændu av honum og tóku høvd og vápn hansara, sendu síðani boð um alt Filistaraland og lótu kunngera avgudum sínum og fólkinum gleðiboðskapin. Vápnini løgdu teir í gudshús sítt, og skalla hansara hongdu teir upp í húsi Dagons. Men táið alt Jabes í Gilead frætti alt tað, ið Filistarar høvdu gjørt við Saul, fóru allir vápnaførir menn avstað, og teir tóku lík Sauls og sona hansara og fóru til Jabes við teimum; so jarðaðu teir bein teirra undir eikini í Jabes og hildu føstu í sjey dagar. Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð. Men HARRAN spurdi hann ikki til ráðs; tí læt Hann hann doyggja, og síðani læt Hann Dávid, son Ísai, fáa kongadømið. KAPITUL Dávid verður kongur, Tekur Jerúsalem, Kappar Dávids, Nú kom alt Ísrael saman í Hebron hjá Dávidi og segði: ?Vit eru jú hold títt og bein! Longu langt síðani, longu meðan Saul var kongur, vart tú tann, ið leiddi Ísrael út og inn; og HARRIN Gud tín hevur sagt við teg: ?Tú skalt vera hirði fólks Míns, Ísraels, og tú skalt vera høvdingi yvir fólki Mínum, Ísrael.?? Allir hinir elstu í Ísrael komu til Hebron til kongin, og Dávid gjørdi sáttmála við teir í Hebron fyri ásjón HARRANS. Teir salvaðu so Dávid til kong yvir Ísrael, eftir orði HARRANS við Sámuel. So fóru Dávid og alt Ísrael til Jerúsalem, tað er Jebus; har búðu Jebusitar, teir, sum av fyrstum høvdu búð í landinum. Men teir, sum búðu í Jebus, søgdu við Dávid: ?Higar kemur tú aldri inn!? Men Dávid tók Zionsborg, tað er Dávidsstað. Dávid segði: ?Tann, ið fyrstur vinnur Jebusitar, skal verða høvdingi og høvd!? Og Jóab, sonur Zeruju, varð fyrstur upp og varð so høvdingi. Síðani tók Dávid bústað í borgini; hon varð tí rópt Dávidsstaður. Hann víggirdi staðin rundanum, frá Millo og allan vegin runt; hin partin av býnum bygdi Jóab upp aftur. Dávid mentist í hvørjum, og HARRIN Gud herskaranna var við honum. Hesir stóðu fremstir av køppum Dávids; saman við øllum Ísrael styðjaðu teir hann dyggiliga í kongadømi hansara til at gera hann til kong eftir orði HARRANS viðvíkjandi Ísrael. Hetta er listin yvir kappar Dávids: Jasobam, sonur Hakmoni, hin fremsti av køppunum; hann reiggjaði spjót sítt yvir falnum í senn. Honum næstur var Eleazar Ahohitur, sonur Dodo; hann var ein av hinum trimum køppunum. Hann var við Dávidi í Pas-Dammim, táið Filistarar høvdu savnað seg har til orrustu. Har var akur, sum bygg vaks í, øllum sum hann var; Og táið fólkið flýddi undan Filistarum, tóku teir støðu mitt í akrinum og vardu hann og høgdu niður Filistarar og HARRIN gav teimum stóran sigur. Einaferð fóru tríggir av hinum tríati høvdingunum oman eftir hamrinum til Dávid, sum var í hellinum við Adullam. Filistaraherurin hevði tá støðu í Refa'imsdali. Dávid sjálvur var tá í borgini, og oddaflokkur Filistara var í Betlehem. Nú kom slíkur tosti á Dávid, og hann segði: ?Hvør fær mær vatn at drekka úr brunninum, sum er við portrið í Betlehem?? Tá brutu teir tríggir seg ígjøgnum tilhald Filistara, oystu vatn úr brunninum við portrið í Betlehem, tóku tað við sær og komu til Dávid við tí; men Dávid vildi ikki drekka tað; hann helti tað út fyri HARRANUM við hesum orðum: ?Gud mín, lat tað vera langt frá mær at gera hetta! Skuldi eg drukkið blóðið av hesum monnum, ið hava sett lív sítt í váða! Tí við at seta lívið í váða hava teir fingið tað higar!? Og hann vildi ikki drekka tað. Slíkt gjørdu hinir tríggir kapparnir. Absai, bróðir Jóab, var høvd fyri trimum. Hann reiggjaði spjót sítt yvir falnum, og hann var navnframur millum teir tríggjar. Hann var dupult ærdur fram um teir tríati og gjørdist høvdingi teirra; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki. Berzaja, sonur Jójada, ið var sonur ein djarvan bardagamann úr Kabze'el, sum hevði útint stór manndómsverk, hann feldi báðar leyvukappar Móabs. Ein dag, ið kavað hevði, fór hann niður og drap leyvu í brunni. Eisini drap hann risavaksnan Egypta, fimm alin høgan; Egyptin hevði í hondini spjót sum vevbumm; men hann fór við stavi sínum ímóti honum, rykti spjótið úr hond Egyptans og drap hann við hansara egna spjóti. Slíkt gjørdi Benaja, sonur Jójada; hann var navnframur millum teir tríggjar kapparnar. Fram um teir tríati var hann ærdur; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki; Dávid setti hann yvir lívvakt sína. Hinir reystu kapparnir vóru: Asael, bróðir Jóab; Elhanan, sonur Dodo, úr Betlehem; Sammot Haroritur; Helez Pelonitur; Ira Teko'itur, sonur Ikkes; Abiezer Anatotitur; Sibbekai Husatitur; Ilai Ahohitur; Maharai Netofatitur; Heled Netofatitur, sonur Ba'ana; Itai, sonur Ribai, úr Gibea í ætt Benjamins; Benaja Piratonitur; Hurai úr Ga'asdølum; Abiel Arbatitur; Azmavet Baharumitur; Eljaba Sa'albonitur; Bene-Hasem Gizonitur; Jónatan Hararitur, sonur Sage; Ahiam Hararitur, sonur Sakar; Elifal, sonur Ur; Hefer Mekeratitur; Ahia Pelonitur; Hezro Karmelitur; Na'arai, sonur Ezbai; Jóel, bróðir Natan; Mibhar, sonur Hagri; Zelek Ammonitur; Naharai Berotitur, vápnasveinur Jóabs, sonar Zeruju; Ira Jitritur; Gareb Jitritur; Uria Hetitur; Zabad, sonur Alai; Adina Rubenitur, sonur Siza, høvdingi Rubenita, og umframt hann tríati; Hanan, sonur Ma'aka; Jósafat Mitnitur; Uzzia Asteratitur; Sama og Je'uel, synir Hotam Aroerit; Jediael, sonur Simri, og bróðir hansara Joha Tizitur; Eliel Mahavitur; Jeribai og Josavja, synir Elna'am; Jitma Móabitur; Eliel, Obed og Ja'asiel úr Mezobaja. KAPITUL Teir fyrstu, sum góvu seg í part við Dávid, Herur hansara í Hebron, Hesir vóru teir, ið komu til Ziklag til Dávid, meðan hann enn noyddist at halda seg har av ótta fyri Saul, syni Kis teir hoyrdu til kapparnar, ið hjálptu honum í bardaganum; teir vóru vápnaðir við boga og vóru kringir at sleingja steinar og skjóta pílar við boga, bæði við høgru og vinstru hond; teir hoyrdu til ættarfrændur Sauls, Benjaminitar -: Ahiezer, høvuðsmaður teirra, og Jóas, synir Sema'a Gibeatit; Jezuel og Pelet, synir Azmavet; Beraka og Jehu Anatotitur; Jismaja Gibeonitur, ein av hinum tríati køppunum og høvdingi hinna tríati; Jirmeja, Jahaziel, Jóhanan og Józabad Gederatitur; Eluzai, Jerimot, Bealja, Semarja og Sefatja Harufitur; Elkana Kora'itur, Jissija, Azarel, Joezer og Jasobam; Joela og Zebadja, synir Jeroham úr Gedor. Av Gaditum góvu nakrir seg í part við Dávid í fjallaborgini í oyðimørkini, djarvir kappar, krígsvandir hermenn, vápnaðir við skjøldi og spjóti; teir vóru sum leyvur at síggja og kvikir sum skógargeitir á fjøllunum. Ezer var høvdingi teirra; Obadja var hin annar, Eliab hin triði, Mismanna hin fjórði, Jirmeja hin fimti, Attai hin sætti, Eliel hin sjeyndi, Jóhanan hin áttandi, Elzabad hin níggjundi, Jirmeja hin tíggjundi, Makbannai hin ellivti. Hesir hoyrdu til Gaditar og vóru høvuðsmenn í herinum; hin minsti teirra var maður móti hundrað, og hin størsti móti túsund. Tað vóru teir, sum fóru um Jordan í fyrsta mánaði, táið hon fløddi yvir allar bakkar sínar, og róku burtur øll tey, sum í dølunum búðu, bæði eystureftir og vestureftir. Nakrir Benjaminitar og nakrir Judamenn komu eisini til Dávid, líka til fjallaborgina. Dávid fór út til teirra, tók til orða og segði við teir: ?Koma tit við friði til mín, og ætla tit at hjálpa mær, so eri eg av hjarta til reiðar at hava felagsskap við tykkum; men koma tit at svíkja meg í hendur fígginda mína, hóast eingin órættur er í hondum mínum, so skal Gud fedra okkara síggja tað og straffa!? Tá kom Andin yvir Amasai, høvdinga hinna tríati, og hann segði: ?Tínir eru vit, Dávid, og í parti við tær, tú sonur Ísai! Friður veri við tær, og friður veri við hjálparmonnum tínum, tí tær hjálpir Gud tín!? Dávid tók so við teimum og setti teir til høvuðsmenn yvir herflokki sínum. Av Manasse góvu nakrir seg í part við Dávid, táið hann saman við Filistarum fór í bardaga móti Saul hann varð teimum kortini onga hjálp til; tí táið filistarahøvdingarnir høvdu ráðlagt saman, koyrdu teir hann frá sær og søgdu: ?Tað kostar okkum høvdið, gevur hann seg nú í part við Saul, harra sín!? Táið hann so fór til Ziklag, góvu nakrir av Manasse seg í part við hann; tað vóru Adna, Józabad, Jediael, Mikael, Józabad, Elihu og Zilletai, høvdingar yvir ættum í Manasse. Hesir hjálptu Dávidi móti ránsmannaflokkinum; tí teir vóru allir veldigir kappar, og teir gjørdust høvuðsmenn í herinum. Tí dagliga komu menn til Dávid at hjálpa honum, so tað at endanum varð stórur herur, sum gudsherur. Hetta er tal hinna hervápnaðu flokka, ið komu til Hebron til Dávid, at gera hann til kong í stað Sauls eftir orði HARRANS: Judamenn, ið bóru skjøld og spjót, vápnaðir til bardaga; Símeonitar, raskir hermenn; Levitar, harumframt Jójada, høvdingi ættar Árons, og við honum somuleiðis Zadok, ungur, veldigur kappi við fedrahúsi sínum, høvuðsmonnum; Benjaminitar, ættarfrændur Sauls, tí um ta tíðina hildu flestir teirra enn trúliga við húsi Sauls; Efra'imitar, kappar, navnframir menn í fedrahúsum sínum; av hálvari ætt Manasse nevndir við navni, menn, ið vóru útvaldir at fara og gera Dávid til kong; av Issakaritum menn, ið dugdu at skyna á tíðunum, so teir vitstu, hvat Ísrael átti at gera, høvdingar; allir ættarfrændur teirra gjørdu, sum teir søgdu; Zebulonitar, hervandir menn, ið vóru vápnaðir til bardaga við alskyns vápnum, allir við einum huga til at hjálpa; av Naftali høvdingar og við teimum mans við skjøldi og spjóti; Danitar, vápnaðir til bardaga; Aseritar, hervandir menn, vápnaðir til bardaga; av teimum hinumegin Jordan, av Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse, menn, vápnaðir til bardaga við alskyns vápnum, Av heilum huga og til reiðar til bardaga komu allir hesir hermenn til Hebron at gera Dávid til kong yvir øllum Ísrael; eisini allir hinir Ísraelsmenn vóru samsintir í at gera Dávid til kong. Teir steðgaðu har hjá Dávidi tríggjar dagar, og ótu og drukku; tí brøður teirra høvdu gjørt teimum mat til. Eisini teir, ið búðu teimum næstir, líka til Issakar, Zebulon og Naftali, komu við mati á eslum, kamelum, múldýrum og oksum, við mjøli, fikukøkum, rosinukøkum, víni, olju, neytum og smáfæi, og tað nógvum; tí gleði var í Ísrael. KAPITUL Ørkin verður flutt inn í hús Obed-Edoms. Dávid ráðførdi seg við høvuðsmenninar yvir og yvir við allar høvdingarnar. Síðani segði Dávid við alla samkomu Ísraels: ?Um nú tykkum líkar tað og tað kemur frá HARRANUM Gudi okkara so latið okkum senda boð í allar ættir, til hinar brøður okkara í øllum londum Ísraels, og somuleiðis til prestarnar og Levitarnar í býunum, sum teir hava við jørð rundan um, at teir skulu koma saman hjá okkum, og latið okkum so flyta ørk Guds okkara higar til okkara! Tí á døgum Sauls spurdu vit ikki um hana.? Øll samkoman svaraði, at so átti at verða gjørt; tí alt fólkið helt hetta vera beint. So savnaði Dávid alt Ísrael, frá Sihor í Egyptalandi, líka hagar sum leiðin liggur til Hamat, til at flyta ørk Guds úr Kirjat-Jearim. Síðani fór Dávid við øllum Ísrael til Ba'ala, til Kirjat-Jearim, sum hoyrir til Juda, til at flyta haðani ørk Guds HARRANS, sum navn Hansara er nevnt yvir, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum. Teir settu nú ørk Guds á nýggjan vagn og fóru við henni úr húsi Abinadabs; Uzza og Ajo stýrdu vagninum. Dávid og alt Ísrael leikaðu fyri ásjón Guds, alt tað tey vóru ment, meðan sungið varð og spælt á sitarar, hørpur, trummur, skáltrummur og lúðrar. Táið tey nú komu til treskipláss Kidons, rætti Uzza út hondina at taka í ørkina, tí teir fingu ikki stýrt oksunum. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Uzza, og Hann sló hann, aftur fyri at hann hevði rætt út hondina móti ørkini, so hann doyði har fyri ásjón Guds. Men Dávid varð ógvuliga illa við, av tí at HARRIN hevði sligið Uzza niður; tí hevur hetta stað verðið rópt Perez-Uzza* líka til henda dag. Dávid varð ræddur fyri Gudi tann dagin og segði: ?Hvussu skal eg kunna hava ørk Guds inn til mín!? Dávid flutti tá ikki ørkina inn í Dávidsstað til sín, men læt hana seta inn hjá Obed-Edom úr Gat. Ørk Guds stóð so tríggjar mánaðir hjá fólki Obed-Edoms, í húsi hansara; og HARRIN signaði Obed-Edom og alt tað, ið hansara var. KAPITUL Dávid og Hiram, Børn Dávids í Jerúsalem, Dávid vinnur sigur á Filistarum, Hiram kongur í Týrus sendi menn til Dávid við sedrisviði, og hann sendi steinhøggarar og træsmiðir at byggja honum hús. Dávid dugdi nú at síggja, at HARRIN hevði grundfest kongadømi hansara yvir Ísrael; tí ríki hansara var lyft høgt fyri fólks Hansara, Ísraels, skuld. Og Dávid tók sær enn fleiri konur í Jerúsalem, og hann fekk enn fleiri synir og døtur. Hetta eru nøvn sonanna, ið hann fekk í Jerúsalem: Sammua, Sobab, Natan, Sálomo, Jibhar, Elisua, Elpelet, Noga, Nefeg, Jafia, Elisama, Be'eljada og Elifelet. Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann ímóti teimum. Filistarar komu so og spreiddu seg um Refa'imsdal. Tá spurdi Dávid Gud: ?Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?? HARRIN svaraði: ?Halt avstað! So skal Eg geva teir í hendur tínar.? Teir fóru nú til Ba'al-Perazim, og har vann Dávid sigur á teimum. Tá segði Dávid: ?Gud hevur við hond míni brotið ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vøtn bróta ígjøgnum!? Tí varð hetta stað rópt Ba'al-Perazim.* Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid beyð, at teir skuldu verða brendir. Men Filistarar komu aftur og spreiddu seg um dalin. Táið Dávid tá aftur spurdi Gud, svaraði Gud honum: ?Tú skalt ikki fara eftir teimum; vend tær frá teimum og gakk í bug, so tú kemur yvir teir beint yvir av bakatrøunum! Táið tú hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú byrja bardagan Gud er farin út fyri tær at vinna Filistaraherin.? Dávid gjørdi, sum Gud hevði sagt við hann; og teir vunnu sigur á Filistaraherinum og eltu teir úr Gibeon líka til Gezer. Í øllum londum gekk orð av Dávidi; HARRIN læt ótta fyri honum falla á øll fólk. KAPITUL Ørkin verður flutt til Jerúsalem. Síðani bygdi hann sær hús í Dávidsstaði, gjørdi ørk Guds eitt stað til og reisti henni eitt tjald. Tá segði Dávid: ?Eingin má bera ørk Guds uttan Levitarnir; tí teir hevur HARRIN útvalt til at bera ørk Guds og til at tæna Sær til ævigar tíðir.? So fekk Dávid alt Ísrael saman í Jerúsalem til at flyta ørk HARRANS, hagar sum hann hevði gjørt henni stað til. Og Dávid stevndi saman sonum Áron og Levitunum: Av Kahatitum Uriel sum var høvd og brøðrum hansara, av Meraritum Asaja sum var høvd og brøðrum hansara, av Gersomitum Jóel sum var høvd og brøðrum hansara, av sonum Elizafan Semaja sum var høvd og brøðrum hansara, av sonum Hebron Eliel sum var høvd og brøðrum hansara, av sonum Uzziel Amminadab sum var høvd og brøðrum hansara, So sendi Dávid boð eftir prestunum Zadok og Ebjatar og Levitunum Uriel, Asaja, Jóel, Semaja, Eliel og Amminadab og segði við teir: ?Tit ættarhøvdingar Levitanna, halgið tykkum, bæði tit og brøður tykkara, og flytið ørk HARRANS Guds Ísraels, hagar sum eg havi gjørt henni stað til! Tí at tit ikki vóru við hina fyrru ferðina, gjørdi HARRIN Gud okkara brot millum okkara aftur fyri at vit søktu Hann ikki soleiðis, sum til hoyrdi.? Tá halgaðu prestarnir og Levitarnir seg til at flyta ørk HARRANS Guds Ísraels. Og synir Levita bóru við beristongum ørk Guds á herðunum soleiðis sum Móses eftir orði HARRANS hevði givið boð um. Framvegis segði Dávid við høvdingar Levitanna, at teir skuldu lata brøður sínar sangararnar stíga fram við ljóðførum, hørpum, sitarum og skáltrummum, sum teir skuldu lata ljóða, meðan teir sungu fagnaðarsongin. Levitarnir lótu tá Heman stíga fram, son Jóel, av brøðrum hansara Asaf, son Berekja, av Meraritum, brøðrum sínum, Etan, son Kusaja, og saman við teimum brøður teirra av øðrum flokki, Zakarja, Ben, Ja'aziel, Semiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Benaja, Ma'aseja, Mattitja, Eliflehu og Mikneja og Obed-Edom og Je'iel, duravaktararnar. Sangararnir Heman, Asaf og Etan skuldu sláa skáltrummur av kopari; Zakarja, Aziel, Semiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Ma'aseja og Benaja skuldu leika á hørpum eftir alamot, og Mattitja, Eliflehu, Mikneja, Obed-Edom, Je'iel og Azazja á sitarum eftir sjeminit til at leiða songin. Kenanja, sum var formaður Levitanna, táið teir bóru, skuldi læra teir at bera; tí hesum var hann kønur í. Berekja og Elkana vóru duravaktarar arkarinnar. Prestarnir Sebanja, Jósafat, Netanel, Amasai, Zakarja, Benaja og Eliezer blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, og Obed-Edom og Jehia vóru duravaktarar arkarinnar. So fóru Dávid og hinir elstu í Ísrael og høvuðsmenninir yvir avstað við fagnaðarrópum at flyta sáttmálaørk HARRANS úr húsi Obed-Edoms. Og táið Gud nú hjálpti Levitunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, ofraðu teir sjey tarvar og sjey veðrar. Dávid var í kappa av fínum líni, somuleiðis allir Levitarnir, ið bóru ørkina, og sangararnir og Kenanja, sum var formaður sangaranna, táið teir bóru; harumframt var Dávid í lívkyrtli av líni. Alt Ísrael flutti sáttmálaørk HARRANS við fagnaðarrópum og hornblástri, við lúðrum, skáltrummum og hørpu- og sitaraleiki. Men táið sáttmálaørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa, vanvirdi hon hann í hjartanum. KAPITUL Dagurin ( kap.) verður hildin við ofringum og lovsongi, Tænastan við ørkina, Fólkið fer heimaftur, Teir komu so inn við ørk Guds og settu hana mitt í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni, og teir bóru fram brennioffur og takkoffur fyri ásjón Guds. Táið Dávid var liðugur at ofra brenniofrini og takkofrini, signaði hann fólkið í navni HARRANS. Og hann býtti út til hvønn og ein í Ísrael, bæði mann og kvinnu, breyð, kjøtstykki og rosinukøku. Nakrar av Levitunum setti hann til at gera tænastu framman fyri ørk HARRANS og til at prísa, takka og lova HARRANUM Gudi Ísraels. Asaf var leiðari; honum næstur kom Zakarja, síðani Je'iel, Semiramot, Jehiel, Mattitja, Eliab, Benaja, Obed-Edom og Je'iel, við hørpum og sitarum; Asaf skuldi sláa skáltrummurnar, og prestarnir Benaja og Jahaziel skuldu støðugt blása í lúðrarnar framman fyri sáttmálaørk Guds. Henda dag setti Dávid fyrstu ferð Asaf og brøður hansara til at syngja prís HARRANS: ?Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara! Syngið fyri Honum, lovsyngið Honum, talið um øll undur Hansara! Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN! Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara! Minnist undrini, ið Hann hevur gjørt, tekin Hansara og dómar muns Hansara, tit eftirkomarar Ísraels, tænara Hansara, børn Jákups, útvaldu Hansara! Hann er HARRIN Gud okkara, dómar Hansara ganga yvir alla jørðina. Minnist í allar ævir sáttmála Hansara, orðið, ið Hann hevur givið túsund ættarliðum, sáttmálan, ið Hann gjørdi við Ábraham, eiðin, ið Hann svór Ísaki, og sum Hann staðfesti Jákupi sum rætt, Ísrael sum ævigan sáttmála, táið Hann segði: ?Tær gevi Eg Kána'ansland í arvalut.? Táið tey einki vóru annað enn lítil flokkur, fá og fremmand har, og ferðaðust frá einum fólki til annað, úr einum ríki í annað, læt Hann ongan sleppa at gera teimum mein, Hann straffaði kongar fyri teirra skuld: ?Nemið ikki salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum mein!? Syng fyri HARRANUM, øll jørðin, kunnger dag eftir dag frelsu Hansara! Sigið millum fólkini frá heiður Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara! Tí HARRIN er stórur og hálovaður, øgiligur er Hann yvir øllum gudum. Tí allir gudar tjóðanna eru einki, men HARRIN er tann, ið hevur gjørt himmalin. Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og gleði eru, har sum Hann er. Gevið HARRANUM, tit fólkaættirnar, gevið HARRANUM heiður og prís, gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið fyri ásjón Hansara, tilbiðið HARRAN í heiløgum prýði! Nøtra fyri ásjón Hansara, øll jørðin! Jarðarríki stendur fast, tað vikast ikki. Himmalin gleðist, jørðin rópi av frøi, sagt verði millum fólkini: ?HARRIN er vorðin kongur!? Havið brúsi, og alt tað, sum í tí er, markin frøi seg, og alt tað, ið henni er á! Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum fyri ásjón HARRANS, tí Hann kemur at døma jørðina. Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, miskunn Hansara varir í allar ævir! Og sigið: ?Frels okkum, Frelsugud okkara, sanka okkum saman, fría okkum frá heidningunum, so vit fáa lovað heilaga navni Tínum, róst okkum av at kunna prísa Tær!? Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels í aldur og allar ævir!? Og alt fólkið segði amen og lovaði HARRANUM. So læt hann Asaf og brøður hansara verða har framman fyri sáttmálaørk HARRANS til altíð at gera tænastu framman fyri ørkina, hvønn dag tað, ið átti at verða gjørt tann dagin. Obed-Edom og brøður teirra vóru Obed-Edom, son Jeditun, og Hosa gjørdi hann til duravaktarar. Zadok prest og brøður hansara, prestarnar, læt hann verða framman fyri tabernakul HARRANS á heygnum í Gibeon til dagliga, bæði morgun og kvøld, at ofra HARRANUM brennioffur á brennioffuraltarinum og gera alt tað, sum skrivað stóð í lógini, ið HARRIN hevði givið Ísrael og saman við teimum Heman og Jedutun og hinar, ið útvaldir vóru sum nevndir vóru við navni til at lova HARRANUM, tí náði Hansara varir í allar ævir. Og teir Heman og Jedutun høvdu undir hond lúðrar og skáltrummur til teirra at nýta, sum leikaðu, og somuleiðis onnur ljóðfør til songin við gudstænastuna. Og synir Jedutun vóru duravaktarar. Síðani fór alt fólkið, hvør heim til sín, og Dávid fór heim at signa hús sítt. KAPITUL Orð Harrans til Dávid við Natan, Dávid tilbiður, Sum Dávid nú einaferð sat í húsi sínum, segði hann við Natan profet: ?Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk HARRANS býr í tjaldi!? Natan svaraði Dávidi: ?Ger tú alt tað, sum tú hevur í huga! Tí Gud er við tær.? Men somu nátt kom orð Guds til Natan; Hann segði: ?Far og sig við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN: Ikki tú skalt byggja mær húsið, sum Eg skal búgva í! Eg havi jú ikki búð í húsi, frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn higar og til henda dag, nei, Eg flutti úr einum tjaldi í annað, úr einum tabernakli í annað. Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: ?Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði!? Og nú skalt tú siga við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, til at vera høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael. Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava. Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og yvirgangskroppar herja tað ikki longur sum áður líka frá teirri tíð Eg setti dómarar yvir fólk Mítt, Ísrael og Eg havi eyðmýkt allar fíggindar tínar. Og nú lati Eg teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús. Táið dagatal títt er fult, og tú fert til fedrar tínar, skal Eg eftir teg reisa upp avkom títt, ein av sonum tínum, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara. Hann skal byggja Mær hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta hásæti hansara. Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur; náði Mína skal Eg ikki lata víkja frá honum soleiðis sum Eg læt hana víkja frá honum, ið undan tær var. Nei, til ævigar tíðir skal Eg lata hann verða í húsi Mínum og í ríki Mínum; til ævigar tíðir skal hásæti hansara verða grundfest.? Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón. Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi har fyri ásjón HARRANS; og hann segði: ?Hvør eri eg, HARRI Gud, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta! Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Gud, so at Tú talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Ja, menniskjaliga hevur Tú vent Tær til mín, til at seta meg høgt, HARRI Gud! Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg um heiðurin, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Tú kennir jú tænara Tín! HARRI! Fyri tænara Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt alt hetta stóra. HARRI! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú eftir øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum okkara. Og hvar á jørðini finst eitt fólk sum fólk Títt, Ísrael, eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk til at gera Tær navn við stórum og øgiligum verkum, at reka út fólkasløg fyri fólki Tínum, sum Tú fríaði út av Egyptalandi! Tú setti fólk Títt, Ísrael, til at vera Títt fólk til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra! Lat tí nú, HARRI, orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara, standa fast til ævigar tíðir ger, sum Tú hevur sagt! Ja, lat tað standa fast! So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: ?HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, er Gud yvir Ísrael!? Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni. Tí Tú, Gud mín, hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja honum hús tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja fyri ásjón Tíni. Og nú, HARRI, Tú ert Gud, og Tú hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða! Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí tað, ið Tú, HARRI, signar, tað er signað í allar ævir!? KAPITUL Dávid vinnur sigur, Hægstu embætismenn hansara, Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistarum og kúgaði teir, og hann tók Gat við smábýunum, ið til hoyrdu, úr hondum Filistara. Hann vann eisini sigur á Móabitum, og Móabitar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Somuleiðis vann Dávid við Hamat sigur á Hadarezer kongi í Zoba, táið hann fór avstað at styrkja harradømi sítt við ánna Frat. Dávid tók frá honum vagnar, hestmenn og mans av fótfólki, og Dávid læt skera av hásinurnar á øllum vagnhestunum; bert vagnhestar læt hann vera eftir. Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadarezer kongi í Zoba, men Dávid feldi mans av teimum. Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór. Gullskjøldirnar, ið tænarar Hadarezers høvdu havt, tók Dávid og hevði teir við til Jerúsalem. Og úr býum Hadarezers, Tibhat og Kun, tók Dávid stóra mongd av kopari; av tí gjørdi Sálomo koparhavið, súlurnar og koparíløtini. Táið To'u kongur í Hamat frætti, at Dávid hevði vunnið sigur á øllum heri Hadarezers kongs í Zoba, sendi hann son sín Hadoram til Dávid kong at heilsa honum og ynskja honum til lukku, tí hann hevði barst við Hadarezer og vunnið hann tí Hadarezer hevði ofta havt ófrið við To'u. Hann sendi eisini alskyns gullíløt, silvuríløt og koparíløt. Eisini tey halgaði Dávid kongur HARRANUM, saman við silvurinum og gullinum, ið hann hevði tikið frá øllum fólkasløgunum, frá Edom, Móab, Ammonitum, Filistarum og Amalekitum. Tað var Absai, sonur Zeruju, sum í Saltdali feldi Edomitar, mans. So setti hann herfólk í Edom, og allir Edomitar vórðu tænarar Dávids. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór. Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og hann gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum. Jóab, sonur Zeruju, var høvdingi yvir herinum; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari; Zadok, sonur Ahitub, og Abimelek, sonur Ebjatar, vóru prestar; Savsa var ríkisskrivari; Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini, og synir Dávid vóru hinir fyrstu undir lið kongsins. KAPITUL Dávid berjist við Ammonitar og Áramearar. Nakað eftir hetta doyði Nahas ammonitakongur, og sonur hansara tók ríkið eftir hann. Tá segði Dávid: ?Eg skal vísa Hanun, syni Nahas, vinskap; tí faðir hansara vísti mær vinskap!? Og Dávid sendi menn at ugga hann í sorgini eftir faðir hansara. Tænarar Dávids komu nú til Ammonitaland, til Hanun, at ugga hann. Tá søgdu ammonitahøvdingarnir við Hanun: ?Heldur tú tað vera til at æra faðir tín, ið Dávid hevur sent menn at ugga teg? Nei, til at njósna og til at oyða og kanna landið, til hetta er tað, tænarar hansara eru komnir til tín!? Tá tók Hanun tænarar Dávids og læt raka teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara. Onkur kom nú og segði Dávidi, hvussu monnum hansara hevði gingist; hann læt tá sendiboð fara ímóti teimum menninir vóru jú stórliga vanærdir og kongurin læt siga: ?Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!? Táið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, sendu Hanun og Ammonitar talentir av silvuri at leiga sær vagnar og hestmenn fyri úr Áram-Naharajim, Áram-Ma'aka og Zoba. Teir leigaðu sær tá vagnar og kongin í Ma'aka við fólki hansara; hesir komu og tóku støðu uttan fyri Medeba; eisini Ammonitar komu saman úr býum sínum og fóru í bardagan. Táið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum, hinum hervandu monnunum. Ammonitar fóru so út og fylktu her sín uttan fyri býportrið; men kongarnir, ið komnir vóru hagar, stóðu fyri seg sjálvar á markini. Men táið Jóab sá, at hann hevði fíggindan ímóti sær bæði frammanfyri og aftanfyri, valdi hann út nakrar úr øllum útvalda liði Ísraels og fylkti teir móti Áramearum. Yvir hin partin av fólkinum setti hann bróður sín, Absai, og teir fylktu seg móti Ammonitum. Og hann segði: ?Verða Áramearar mær ov sterkir, skalt tú koma mær til hjálpar, og verða Ammonitar tær ov sterkir, skal eg hjálpa tær. Hav nú gott mót, og lat okkum vísa okkum djarvar fyri fólk okkara og fyri býir Guds okkara síðani má HARRIN gera tað, ið Honum tykir best!? Jóab herjaði nú á við fólki sínum til bardaga við Áramearar, og teir flýddu fyri honum. Og táið Ammonitar sóu, at Áramearar flýddu, tá flýddu eisini teir fyri Absai, bróður hansara, og sluppu sær inn í býin. Jóab fór síðani aftur til Jerúsalem. Táið Áramearar sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, sendu teir boð, at Áramearar, ið hinumegin Ánna* búðu, skuldu koma; Sofak, herhøvdingi Hadarezers, var yvir teimum. Táið Dávid fekk hetta at vita, savnaði hann alt Ísrael og fór um Jordan, og táið hann kom, hagar sum teir vóru, fylkti hann seg móti teimum hann fylkti her sín móti Áramearum, og tað kom til bardaga. Men Áramearar flýddu fyri Ísrael, og Dávid drap millum Áramearar manningina á vagnum og mans av fótfólki; eisini Sofak, herhøvdingan, drap hann, Táið menn Hadarezers sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, gjørdu teir frið við Dávid og góvu seg undir hann; og Áramearar vildu ikki hjálpa Ammonitum uppaftur. KAPITUL Endi á bardaganum við Ammonitar, Bardagi við Filistarar, Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, fór Jóab út við herliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom til Rabba og kringsetti tað. Men Dávid varð verandi í Jerúsalem. Jóab tók Rabba og legði býin í oyði. Dávid tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli, og tað royndist, at hon vigaði talent; dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur miklan herfong, sum hann hevði tikið í býnum. Fólkið, ið búði har, flutti hann burt og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og øksirnar. Soleiðis gjørdi Dávid við allar býir Ammonita. Síðani fóru Dávid og allur herurin aftur til Jerúsalem. Seinni var aftur við Gezer bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Sippai, ið var av rafaættini. Teir vórðu tá kúgaðir. Uppaftur var bardagi við Filistarar; Elhanan, sonur Ja'ur, feldi tá Lami, bróður Goliat Gatit, sum hevði spjótskaft líkt vevbummi. Enn einaferð var bardagi við Gat. Har var risavaksin maður, sum hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti tilsamans eisini hann var av rafaættini. Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Simea, bróður Dávid, høgdi hann niður. Hesir vóru av rafaættini í Gat; teir fullu fyri Dávidi og monnum hansara. KAPITUL Fólkateljingin og pesturin. Men Satan reisti seg móti Ísrael og eggjaði Dávid at telja Ísrael. Dávid segði tá við Jóab og høvdingar fólksins: ?Farið og teljið Ísrael, úr Be'erseba líka til Dan, og komið so og greiðið mær frá, so eg kann fáa tal teirra at vita!? Jóab svaraði: ?HARRIN leggi hundrað ferðir so mong aftrat fólki Sínum, sum tey eru nú! Eru tey ikki, harri kongurin, øll somul tænarar harra míns! Hví krevur harri mín hetta? Hví skal hetta koma at draga skyld oman yvir Ísrael?? Men Jóab varð noyddur at lúta fyri boði kongsins. Jóab fór tá út og ferðaðist um alt Ísrael og kom síðani aftur til Jerúsalem. Jóab segði so Dávidi talið, ið teir høvdu fingið við fólkateljingina: Í øllum Ísrael vóru vápnaførir menn, og í Juda Men Levi og Benjamin hevði hann ikki talt saman við hinum; tí boð kongsins var Jóab hart ímóti. Og tað var ónt í eygum Guds, hetta, ið gjørt var, og hann sló Ísrael. Tá segði Dávid við Gud: ?Eg havi syndað stórliga við at gera hetta! Men fyrigev nú misbrot tænara Tíns, tí eg havi borið meg at sum stórur dári!? Men HARRIN talaði við Gad, síggjara Dávids, og segði: ?Far og tosa við Dávid og sig: So sigur HARRIN: Tríggjar lutir leggi Eg fyri teg; vel ein teirra, so skal Eg lata tað koma á teg!? Gad kom so til Dávid og segði við hann: ?So sigur HARRIN: Vel nú: Hungursneyð trý ár, ella at flýggja fyri óvinum tínum tríggjar mánaðir uttan at kunna sleppa undan svørði fígginda tína, ella at svørð HARRANS og pestur skal koma yvir landið tríggjar dagar, og eingil HARRANS skal volda oyðing í øllum Ísraelslandi! Hugsa teg nú um, hvat eg skal svara Honum, ið hevur sent meg!? Dávid svaraði Gad: ?Eg eri í stórari neyð lat meg so falla í hond HARRANS, tí miskunn Hansara er stór! Í menniskjahendur vil eg treyðugt falla.? Harrin læt so koma pest í Ísrael, og av Ísrael fullu mans. Gud sendi eingil til Jerúsalem at oyða tað, men sum hann nú legði í oyði, sá HARRIN tað, og Hann angraði tað illa og segði við eingilin, ið forkom: ?Nú er nóg mikið! Tak nú hond tína aftur!? Eingil HARRANS stóð tá við treskipláss Ornans Jebusits. Táið Dávid nú hugdi upp, fekk hann at síggja eingil HARRANS, sum stóð millum jørð og himmal við drignum svørði í hondini og rætti tað út móti Jerúsalem. Tá fullu Dávid og hinir elstu, sveipaðir í syrgibúna, niður á andlit síni. Og Dávid segði við Gud: ?Var tað ikki eg, sum gav tað boð, at fólkið skuldi verða talt! Tað eri eg, sum havi syndað og borið meg illa at men seyðurin har, hvat hevur hann gjørt! HARRI Gud mín, lat fyrr hond Tína koma yvir meg og fedrahús mítt, men ikki yvir fólk Títt, til at heimsøkja tað!? Tá gav eingil HARRANS Gad boð um at siga við Dávid, at hann skuldi fara og reisa HARRANUM altar á treskiplássi Ornans Jebusits. Dávid fór nú hagar, eftir orðinum, ið Gad hevði talað í navni HARRANS. Táið Ornan vendi sær á, sá hann eingilin; og teir fýra synir hansara, ið hjá honum vóru, krógvaðu seg; Ornan treskti júst tá hveiti. Táið Dávid kom til Ornan, hugdi Ornan upp og sá Dávid; tá fór hann út av treskiplássinum og kastaði seg niður fyri Dávidi við andlitinum til jarðar. Dávid segði við Ornan: ?Lat meg fáa stykkið, har sum tú hevur treskipláss títt, so eg fái reist HARRANUM altar har! Lat meg fáa tað fyri fulla virði tess, so plágan kann steðga og víkja frá fólkinum!? Tá segði Ornan við Dávid: ?Tak tað bert! Harri mín kongurin kann gera, sum honum tykir best. Her gevi eg tær neytini til brennioffur, treskisleðurnar til brenni og hveitina til matoffur alt samalt lati eg sum gávu.? Men Dávid kongur svaraði: ?Nei, eg skal keypa tað frá tær fyri fult virði! Eg taki ikki HARRANUM tað, ið títt er, og ofri ikki brennioffur, sum einki hava kostað mær.? So læt Dávid Ornan fáa fyri stykkið seklar av gulli eftir vekt. Og Dávid reisti har HARRANUM altar og ofraði brennioffur og takkoffur; og hann rópti til HARRAN, Og Hann svaraði honum við eldi av himli á brennioffuraltarið. HARRIN gav so einglinum boð um at stinga svørðið aftur í slíðrarnar. Táið Dávid sá, at HARRIN hevði bønhoyrt hann á treskiplássi Ornans Jebusits, ofraði hann har ta tíðina. Tabernakul HARRANS, sum Móses hevði latið gera í oyðimørkini, og brennioffuraltarið, tey stóðu um ta tíðina á heygnum í Gibeon; men Dávid tordi ikki at fara hagar at søkja Gud, so ræddur var hann fyri svørði eingils HARRANS. KAPITUL Dávid fyrireikar tempulbyggingina, Gevur Sálomo boð um at byggja templið, Nú segði Dávid: ?Her skal hús HARRANS Guds standa, og her skal brennioffuraltar Ísraels vera!? Og Dávid gav boð um at stevna saman øllum útlendingum, sum búðu í Ísraelslandi, og hann setti steinhøggarar at høgga steinarnar, ið hús Guds skuldi byggjast av. Framvegis savnaði Dávid mongd av jarni til naglar í porturhurðarnar og til krampar, og slíka mongd av kopari, at ikki stóð til at viga tað, og so nógvar sedrisstokkar, at ikki stóð til at telja teir; tí Zidoningar og Týrusmenn førdu Dávidi stóra mongd av sedrisstokkum. Tí Dávid hugsaði: ?Sonur mín Sálomo er ungur og veikur, og húsið, ið byggjast skal HARRANUM, má gerast ovurhonds stórt, so tað kann vera Honum til prís og heiður í øllum londum; eg skal tí savna honum tilfar.? So savnaði Dávid mongd av tilfari, áðrenn hann doyði. Síðani sendi hann boð eftir syni sínum Sálomo og álegði honum at byggja HARRANUM Gudi Ísraels hús. Dávid segði við son sín Sálomo: ?Eg ætlaði at byggja navni HARRANS Guds míns hús. Men orð HARRANS kom til mín; Hann segði: ?Tú hevur úthelt nógv blóð og verið í miklum orrustum; tú skalt einki hús byggja navni Mínum, tí tú hevur úthelt nógv blóð á jørðina fyri ásjón Míni. Men tú skalt fáa son; hann skal vera friðarmaður, og Eg skal lata hann fáa frið fyri øllum fíggindum hansara rundanum; tí Sálomo skal hann eita, og frið og ró skal Eg lata Ísrael hava tíð hansara. Hann skal byggja navni Mínum hús; hann skal vera Mær sonur, og Eg skal vera honum Faðir; og Eg skal allar ævir grundfesta hásæti hansara yvir Ísrael.? So veri nú HARRIN við tær, sonur mín, so tú hevur eydnuna við tær at byggja hús HARRANS Guds tíns soleiðis sum Hann hevur lovað um teg! HARRIN gevi tær bert vísdóm og skil, táið Hann setur teg yvir Ísrael, so tú kanst halda lóg HARRANS Guds tíns! Tá skal eydnan vera við tær, táið tú leggur tær eina við at gera eftir boðunum og lógunum, ið HARRIN gav Mósesi boð um at áleggja Ísrael; ver hugreystur og sterkur, óttast ikki og miss ikki mótið! Her havi eg, hóast so mangt hevur nívt meg, savnað til hús HARRANS talentir av gulli og talentir av silvuri, og harumframt so nógv kopar og jarn, at ikki stendur til at viga tað so nógv er tað; við og steinar havi eg eisini savnað og tú kanst sjálvur savna aftrat. Arbeiðsmenn hevur tú við, og tað nógvar steinhøggarar, múrarar, træsmiðir og alskyns kønar menn, ið duga at gera alt annað arbeiði. Av gulli, silvuri, kopari og jarni er so nógv, at ikki stendur til at meta tað. Far tí undir arbeiðið, og HARRIN veri við tær!? Síðani gav Dávid øllum høvdingum Ísraels boð um at hjálpa Sálomo, syni sínum; hann segði: ?HARRIN Gud tykkara er jú við tykkum og hevur givið tykkum frið á øllum síðum; tí Hann hevur givið í hendur mínar teir, sum í landinum búðu, og landið er lagt undir HARRAN og fólk Hansara. Vendið tí nú hjørtum og sálum tykkara til at søkja HARRAN Gud tykkara, og farið undir at byggja halgidóm Guds HARRANS, so tit kunnu flyta sáttmálaørk HARRANS og heiløgu íløt Guds inn í húsið, sum byggjast skal navni HARRANS!? KAPITUL Tal Levitanna og ættarbøkur og skyldur teirra. Táið Dávid var vorðin gamal og mettur av døgum, gjørdi hann son sín Sálomo til kong yvir Ísrael. Hann stevndi saman øllum høvdingum Ísraels og prestunum og Levitunum. Levitarnir vórðu taldir, frá tríatiáraaldri og uppeftir, og tal teirra talið á øllum persónum av mannkyni var ?Av hesum? segði Dávid ?skulu standa fyri arbeiðinum við hús HARRANS; skulu vera umsjónarmenn og dómarar; skulu vera duravaktarar, og skulu lova HARRANUM við ljóðførunum, ið eg havi latið gera til lovsongin.? Dávid skifti teir nú í flokkar eftir Gerson, Kahat og Merari, sonum Levi. Til Gersonitar hoyrdu Ladan og Sime'i; synir Ladan vóru Jehiel sum var høvd Zetam og Jóel, tríggir; synir Sime'i vóru Selomot, Haziel og Haran, tríggir. Hetta vóru ættarhøvdingar ladansættanna. Synir Sime'i vóru Jahat, Ziza, Je'us og Beria; hesir fýra vóru synir Sime'i. Jahat var høvd, og Ziza honum næstur; men Je'us og Beria høvdu ikki nógvar synir, so at teir roknaðust fyri eina ætt, ein embætisflokk. Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel, fýra. Synir Amram vóru Áron og Móses. Áron varð skildur frá hinum til at vera halgaður sum háheilagur, bæði hann og synir hansara, í aldur og ævir, so teir skuldu brenna roykilsi fyri HARRANUM, tæna Honum til ævigar tíðir og signa í navni Hansara. Men synir gudsmannin Móses roknaðust til ætt Levi. Synir Móses vóru Gersom og Eliezer. Av sonum Gersom var Sebuel høvd. Av sonum Eliezer var Rehabja høvd; aðrar synir átti Eliezer ikki, men synir Rehabja vóru ovurhonds nógvir. Av sonum Jizhar var Selomit høvd. Av sonum Hebron var Jerija høvd; Amarja var hin annar, Jahaziel hin triði, og Jekamam hin fjórði. Av sonum Uzziel var Mika høvd, og Jissija honum næstur. Synir Merari vóru Mali og Musi. Synir Mali vóru Eleazar og Kis. Eleazar læt ongar synir eftir seg, táið hann doyði, bert døtur, og teimum giftust frændur teirra, synir Kis, við. Synir Musi vóru Mali, Eder og Jeremot, tríggir. Hetta vóru synir Levi, eftir fedrahúsum teirra, ættarhøvdingarnir, teir av teimum, ið taldir vórðu, eftir nøvnum teirra, hvør persónur fyri seg, teir, sum gjørdu arbeiðið við tænastuna í húsi HARRANS, frá tjúguáraaldri og uppeftir. Tí Dávid segði: ?HARRIN Gud Ísraels hevur givið fólki Sínum frið og hevur nú til ævigar tíðir bústað Sín í Jerúsalem; tí eru Levitarnir ikki longur noyddir at bera tabernaklið og øll amboðini, ið hoyra til tænastuna har.? Tí tað var eftir seinastu fyriskipanum Dávids, at Levitarnir vórðu taldir frá tjúguáraaldri og uppeftir. Embæti teirra var at ganga sonum Áron til handa við tænastuna í húsi HARRANS; teir skuldu akta eftir forgørðunum og kømurunum, síggja til at halda alt hitt heilaga reint og gera arbeiðið við tænastuna í húsi Guds, viðvíkjandi bæði sýnisbreyðunum, fínamjølinum til matofrið, hinum ósúrgaðu flatkøkunum, pannunum, mjølinum, ið knoðast skuldi, og øllum, ið málast og metast skuldi; hvønn morgun skuldu teir standa og lova og prísa HARRANUM, og somuleiðis hvørt kvøld; og teir skuldu hjálpa til við øllum ofringum av brenniofri til HARRAN sabbatarnar, sólkomudagarnar og á hátíðunum, í ásettum tali, soleiðis sum teimum varð fyriskrivað allar tíðir, fyri ásjón HARRANS. Soleiðis skuldu teir gera alt arbeiðið, ið var at gera við samkomutjaldið, tað, ið var at gera við halgidómin, og tað, ið brøður teirra, synir Áron, høvdu at gera við tænastuna í húsi HARRANS. KAPITUL Tey prestaskiftini, Levitaskiftini, Synir Áron, skiftir í flokkar, vóru: Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar. Nadab og Abihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, so at bert Eleazar og Itamar vórðu prestar. Saman við Zadok av sonum Eleazar og Ahimelek av sonum Itamar skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra. Við tað at tað nú royndist, at fleiri høvdingar vóru av sonum Eleazar enn av sonum Itamar, so skiftu teir teir soleiðis sundur, at av sonum Eleazar vórðu sekstan ættarhøvdingar, og av sonum Itamar átta. Teir skiftu teir sundur við at kasta lut, báðar slektirnar; tí halgidómshøvdingar og gudshøvdingar vóru bæði av sonum Eleazar og av sonum Itamar. Semaja, sonur Netanel, skrivarin, ein av Levitunum, skrivaði teir upp, so kongurin, høvdingarnir, Zadok prestur, Ahimelek, sonur Ebjatar, og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna sóu; teir tóku út aðruhvørja ferð eitt fedrahús fyri Eleazar og eitt fyri Itamar. Fyrsti luturin fall á Jójarib, annar á Jedaja, triði á Harim, fjórði á Seorim, fimti á Malkia, sætti á Mijamin, sjeyndi á Hakkoz, áttandi á Abia, níggjundi á Jesua, tíggjundi á Sekanja, ellivti á Eljasib, tólvti á Jakim, trettandi á Huppa, fjúrtandi á Jesebab, fimtandi á Bilga, sekstandi á Immer, seytjandi á Hezir, átjandi á Happizzez, nítjandi á Petaja, tjúgundi á Ezekiel, fyrsti og tjúgundi á Jakin, annar og tjúgundi á Gamul, triði og tjúgundi á Delaja, fjórði og tjúgundi á Ma'azja. Hetta vóru embætisflokkar teirra í tænastu teirra, táið teir fóru inn í hús HARRANS, soleiðis sum Áron, faðir teirra, hevði fyriskrivað teimum eftir boðnum, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið honum. Viðvíkjandi hinum Levitunum, so hoyrdi til synir Amram Subael, til synir Subael Jedeja. Av sonum Rehabja var Jissia høvd. Til Jizharitar hoyrdi Selomot, til synir Selomot Jahat. Benajitar vóru: Jeria, Amarja, hin annar, Jahaziel, hin triði, og Jekamam, hin fjórði. Sonur Uzziel var Mika; til synir Mika hoyrdi Samur. Jissia var bróðir Mika; til synir Jissia hoyrdi Zakarja. Synir Merari vóru Mali og Musi, synir son hansara Ja'azia. Synir Merari av syni hansara Ja'azia vóru eisini Soham, Zakkur og Ibri. Sonur Mali var Eleazar sum ongar synir átti. Til Kis tað er synir Kis hoyrdi Jerame'el. Synir Musi vóru Mali, Eder og Jerimot. Hetta vóru levitasynirnir eftir fedrahúsum teirra. Eisini teir kastaðu lut eins og brøður teirra, synir Áron so Dávid kongur, Zadok, Ahimelek og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna sóu ættarhøvdingarnir líka væl sum hinir yngstu brøður teirra. KAPITUL Tey sangaraskiftini. So tóku Dávid og herhøvdingarnir út til gudstænastuna synir Asaf, Heman og Jedutun, sum í profetiskari burturrykking leikaðu á sitarum, hørpum og skáltrummum. Hetta er listin yvir menninar, ið henda tænasta var áløgd: Av sonum Asaf: Zakkur, Jósef, Netanja og Asarela, synir Asaf, leiddir av Asaf, sum leikaði í profetiskari burturrykking, eftir fyriskipan kongsins. Av Jedutun: Synir Jedutun, Gedalja, Zeri, Jesaja, Hasabja og Mattitja seks* í tali, við sitarum, leiddir av Jedutun, faðir sínum, sum leikaði í profetiskari burturrykking, HARRANUM til lov og prís. Av Heman: Synir Heman, Bukkia, Mattanja, Uzziel, Sebuel, Jerimot, Hananja, Hanani, Eliata, Giddalti, Romamti-Ezer, Josbekasa, Malloti, Hotir og Mahaziot. Allir hesir vóru synir Heman, sum var síggjari í orði Guds hjá konginum. Gud vildi lyfta horn* Hemans og gav honum tí fjúrtan synir og tríggjar døtur. Allir hesir leikaðu við songin í húsi HARRANS, leiddir av faðir sínum; teir leikaðu á skáltrummum, hørpum og sitarum við tænastuna í húsi Guds, leiddir av konginum, Asaf, Jedutun og Heman. Tal teirra og brøðra teirra, sum vóru upplærdir at syngja songir HARRANS, var sum allir vóru kønir í tí. Teir kastaðu lut um, hvat teir skuldu hava at ansa eftir, hin minsti líka væl sum hin størsti, lærarin líka væl sum lærisveinurin. Fyrsti luturin fall á Asaf, tað vil siga á Jósef, annar á Gedalja, synir og brøður hansara, tólv, triði á Zakkur, synir og brøður hansara, tólv, fjórði á Jizri, synir og brøður hansara, tólv, fimti á Netanja, synir og brøður hansara, tólv, sætti á Bukkia, synir og brøður hansara, tólv, sjeyndi á Jesarela, synir og brøður hansara, tólv, áttandi á Jesaja, synir og brøður hansara, tólv, níggjundi á Mattanja, synir og brøður hansara, tólv, tíggjundi á Sime'i, synir og brøður hansara, tólv, ellivti á Azarel, synir og brøður hansara, tólv, tólvti á Hasabja, synir og brøður hansara, tólv, trettandi á Subael, synir og brøður hansara, tólv, fjúrtandi á Mattitja, synir og brøður hansara, tólv, fimtandi á Jeremot, synir og brøður hansara, tólv, sekstandi á Hananja, synir og brøður hansara, tólv, seytjandi á Josbekasa, synir og brøður hansara, tólv, átjandi á Hanani, synir og brøður hansara, tólv, nítjandi á Malloti, synir og brøður hansara, tólv, tjúgundi á Eliata, synir og brøður hansara, tólv, fyrsti og tjúgundi á Hotir, synir og brøður hansara, tólv, annar og tjúgundi á Giddalti, synir og brøður hansara, tólv, triði og tjúgundi á Mahaziot, synir og brøður hansara, tólv, fjórði og tjúgundi á Romamti-Ezer, synir og brøður hansara, tólv. KAPITUL Duravaktaraskiftini, Ymiskt um Levitarnar, Viðvíkjandi duravaktaraflokkunum, so hoyrdi til Kora'itarnar Meselemja, sonur Kore, av sonum Asaf. Synir Meselemja vóru: Zakarja hin frumborni Jediael, hin annar, Zebadja, hin triði, Jatniel, hin fjórði, Elam, hin fimti, Jóhanan, hin sætti, Eljoenai, hin sjeyndi. Synir Obed-Edom vóru: Semaja hin frumborni Józabad, hin annar, Jóa, hin triði, Sakar, hin fjórði, Netanel, hin fimti, Ammiel, hin sætti, Issakar, hin sjeyndi, Pe'ulletai, hin áttandi tí Gud hevði signað hann. Sonur hansara Semaja fekk eisini synir, sum vórðu hinir ráðandi í fedrahúsi sínum; tí teir vóru dugnamenn. Synir Semaja vóru: Otni, Refael, Obed, Elzabad og brøður hansara dugnamenn Elihu og Semakja. Allir hesir hoyrdu til eftirkomarar Obed-Edoms, bæði teir og synir og brøður teirra, dugnaligir og raskir menn til tænastuna tilsamans eftirkomarar Obed-Edoms. Meselemja hevði eisini synir og brøður, dugnamenn, tilsamans Synir Hosa, sum hoyrdi til Meraritarnar, vóru: Simri sum var høvd, tí víst var hann ikki hin frumborni, men faðir hansara setti hann til høvd Hilkia, hin annar, Tebalja, hin triði, Zakarja, hin fjórði; synir og brøður Hosa vóru tilsamans Hesir duravaktaraflokkarnir tað vil siga ættarhøvdingarnir áttu tað arbeiði at gera vaktaratænastu í húsi HARRANS saman við brøðrum sínum. Teir kastaðu lut um hvørt portur fyri seg, hin minsti sum hin størsti, eftir fedrahúsum sínum. Fyri portrið móti eystri fall luturin á Selemja; eisini fyri son hansara Zakarja, ein klókan ráðgevara, kastaðu teir lut, og lutur hansara fall á portrið móti norðri. Fyri Obed-Edom fall luturin móti suðri, og fyri synir hansara fall tað á goymsluna. Fyri Suppim og Hosa fall luturin móti vestri, við Salleketportur, við vegin, ið gongur niðaneftir, hvør vaktarstøðin við aðra. Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðri hvønn dag fýra, móti suðri hvønn dag fýra, og við goymsluhúsið tveir og tveir. Við Parbar móti vestri stóðu fýra við vegin og tveir við Parbar. Hetta vóru duravaktaraflokkarnir av eftirkomarum Kora'itanna og Merari. Av Levitunum skuldi Ahia ansa eftir skattunum í húsi Guds og eftir tí, sum var HARRANUM halgað. Synir Ladan eftirkomarar Gersonitanna av Ladan, ættarhøvdingarnir í slektum Ladans Gersonits vóru Jehielitar. Synir Jehielitar, Zetam og bróðir hansara Jóel, skuldu ansa eftir skattunum í húsi HARRANS. Viðvíkjandi Amramitum, Jizharitum, Hebronitum og Ozzielitum, so var Sebuel, sonur Gersom, son Móses, yvirumsjónarmaður yvir skattunum. Frændur hansara frá Eliezer vóru: Rehabja, sonur Eliezer, sonur hansara Jesaja, sonur hansara Jóram, sonur hansara Zikri og sonur hansara Selomot. Hesin Selomot og brøður hansara skuldu ansa eftir øllum tí, sum var HARRANUM halgað, tí, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, høvuðsmenninir yvir og yvir og herhøvdingarnir høvdu halgað aftan á bardagarnar høvdu teir halgað tað av herfonginum, til at seta hús HARRANS í stand. Og alt tað, ið Sámuel síggjari, Saul, sonur Kis, Abner, sonur Ner, og Jóab, sonur Zeruju, høvdu halgað alt tað, ið onkur hevði halgað tað høvdu Selomit og brøður hansara at ansa eftir. Av Jizharitum vóru Kenanja og synir hansara settir at røkja tað av verðsligum, ið var at gera í Ísrael, sum umsjónarmenn og dómarar. Av Hebronitum vóru Hasabja og brøður hansara, dugnamenn, í tali, settir yvir Ísrael í landinum vestan fyri Jordan, í øllum, sum viðvíkti arbeiði HARRANS og tænastuni hjá konginum. Til Hebronitar hoyrdi Jerija, høvdingi Hebronita eftir slektum og fedrahúsum teirra; fjørutinda árið ið Dávid sat við stýrið, vórðu teir kannaðir, og millum teirra funnust hinir raskastu menn í Jazer í Gilead. Frændur hansara, dugnamenn, vóru allir ættarhøvdingar; teir setti Dávid kongur yvir Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse, at greiða alt tað, ið hevði við Gud og kongin at gera. KAPITUL Herhøvdingar og embætismenn Dávids. Hetta eru Ísraelsmenn eftir tali teirra, við ættarhøvdingum teirra, høvuðsmonnunum yvir og yvir og umsjónarmonnum teirra, sum tæntu konginum í øllum, ið viðvíkti herflokkunum; hesir herflokkar komu og fóru mánað eftir mánað alt árið, og í hvørjum flokki vóru mans. Yvir fyrsta flokki sum gjørdi tænastu í fyrsta mánaði var Jasobam, sonur Zabdiel; í flokki hansara vóru mans. Hann var eftirkomari Perez og var hægstur av øllum herhøvdingunum, sum gjørdu tænastu í fyrsta mánaði. Yvir flokkinum, sum gjørdi tænastu í øðrum mánaði, var Dodai Ahohitur; har var eisini høvdingin Miklot; í flokki hansara vóru mans. Triði herhøvdingin hann, sum gjørdi tænastu í triðja mánaði var høvdingin Benaja, sonur Jójada prest; í flokki hansara vóru mans. Hesin Benaja var kappi millum teir tríati og stóð yvir teimum tríati; í flokki hansara var sonur hansara Ammizabad. Hin fjórði hann, sum gjørdi tænastu í fjórða mánaði var Asael, bróðir Jóab, og eftir hann sonur hansara Zebadja; í flokki hansara vóru mans. Hin fimti hann, sum gjørdi tænastu í fimta mánaði var høvdingin Samhut Jizra'itur; í flokki hansara vóru mans. Hin sætti hann, sum gjørdi tænastu í sætta mánaði var Ira, sonur Ikkes, úr Tekoa; í flokki hansara vóru mans. Hin sjeyndi hann, sum gjørdi tænastu í sjeynda mánaði var Helez Pelonitur, av Efra'imitum; í flokki hansara vóru mans. Hin áttandi hann, sum gjørdi tænastu í áttanda mánaði var Sibbekai Husatitur, av Zera'itum; í flokki hansara vóru mans. Hin níggjundi hann, sum gjørdi tænastu í níggjunda mánaði var Abiezer úr Anatot, av Benjaminitum; í flokki hansara vóru mans. Hin tíggjundi hann, sum gjørdi tænastu í tíggjunda mánaði var Maharai úr Netofa, av Zera'itum; í flokki hansara vóru mans. Hin ellivti hann, sum gjørdi tænastu í ellivta mánaði var Benaja úr Piraton, av Efra'imitum; í flokki hansara vóru mans. Hin tólvti hann, sum gjørdi tænastu í tólvta mánaði var Heldai úr Netofa, av ætt Otniels; í flokki hansara vóru mans. Ættarhøvdingar Ísraels vóru: Yvir Rubenitum Eliezer, sonur Zikri; yvir Símeonitum Sefatja, sonur Ma'aka; yvir Levi Hasabja, sonur Kemuel; yvir ætt Árons Zadok; yvir Juda Elihu, bróðir Dávid; yvir Issakar Omri, sonur Mikael; yvir Zebulon Jismaja, sonur Obadja; yvir Naftali Jerimot, sonur Azriel; yvir Efra'imitum Hosea, sonur Azazja; yvir hálvari ætt Manasse Jóel, sonur Pedaja; yvir hálvari ætt Manasse í Gilead Jiddo, sonur Zakarja; yvir Benjamin Ja'asiel, sonur Abner; yvir Dan Azarel, sonur Jeroham. Hetta vóru høvdingar ætta Ísraels. Men Dávid læt ikki telja teir, ið vóru undir tjúgu ár tí HARRIN hevði lovað, at Hann skuldi gera Ísraelsmenn so mangar sum stjørnurnar á himli. Jóab, sonur Zeruju, fór undir at telja, men fullførdi tað ikki, og vreiði Guds kom yvir Ísrael fyri hetta; talið kom á ongan lista í krøniku Dávids kongs. Azmavet, sonur Adiel, skuldi hava umsjón yvir skattum kongsins; Jónatan, sonur Uzzia, yvir ognunum á markini, í býunum, í bygdunum og í hinum víggirdu tornunum; Ezri, sonur Kelub, yvir teimum, ið arbeiddu á markini og dýrkaðu jørðina; Sime'i úr Rama yvir víngørðunum; Zabdi Sifmitur yvir víninum, ið niður fyri var í víngørðunum; Ba'al-Hanan úr Geder yvir oljutrøunum og morberjatrøunum í láglendinum; Jóas yvir oljuni, ið niður fyri var; Sitrai úr Saron yvir neytunum, sum gingu í Saron; Safat, sonur Adlai, yvir neytunum, sum gingu í dølunum; Obil Ísmaelitur yvir kamelunum; Jedaja úr Meronot yvir eslunum; Jaziz Hagritur yvir smáfænum. Allir hesir vóru umsjónarmenn yvir tí, sum Dávid kongur átti. Jónatan, faðirbróðir Dávid, var ráðgevari hansara; hann var vitigur og skriftlærdur maður. Jehiel, sonur Hakmoni, var hjá sonum kongs. Akitofel var ráðgevari kongsins, og Husai Arkitur var vinmaður kongsins. Eftir Akitofel kom Jójada, sonur Benaja, og Ebjatar. Jóab var herhøvdingi kongsins. KAPITUL Dávid talar til høvdingar fólksins og til Sálomo, Gevur Sálomo mynd av templinum og sigur honum, hvussu tað skal gerast, Síðani stevndi Dávid til Jerúsalem øllum høvdingum Ísraels, bæði ættarhøvdingunum, høvdingunum yvir herflokkunum, sum vóru í tænastu hjá konginum, høvuðsmonnunum yvir og yvir umsjónarmonnunum yvir allari ogn og øllum fæi kongsins og sona hansara, og somuleiðis hirðmonnunum, køppunum og øllum røskum monnum. Dávid kongur reistist og segði: ?Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í huga at byggja sáttmálaørk HARRANS og fótaskamli Guds okkara hús til hvíldarstað; og eg hevði savnað tilfar til at byggja. Men Gud segði við meg: ?Tú skalt ikki byggja navni Mínum hús, tí tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð.? Av øllum fedrahúsi mínum hevur HARRIN Gud Ísraels útvalt meg til kong yvir Ísrael í allar ævir; tí Juda útvaldi Hann til høvdinga, og í Juda fedrahús mítt og millum synir faðirs míns líkaði Honum meg, so Hann gjørdi meg til kong yvir øllum Ísrael. Av øllum sonum mínum tí HARRIN hevur givið mær nógvar synir útvaldi Hann son mín Sálomo til at sita í kongahásæti HARRANS og stýra Ísrael. Hann segði við meg: ?Sonur tín Sálomo, hann er tann, ið skal byggja hús Mítt og forgarðar Mínar; tí Eg havi útvalt hann til son Mín, og Eg skal vera Faðir hansara. Eg skal grundfesta kongadømi hansara til ævigar tíðir so satt sum hann í trúskapi støðugt heldur boð Míni og lógir Mínar, soleiðis sum hann ger nú.? Og nú sigi eg her sum alt Ísrael, samkoma HARRANS, sær meg, og Gud okkara hoyrir meg -: Haldið øll boð HARRANS Guds tykkara og aktið væl eftir teimum, so tit sleppa at eiga hetta góða land og lata tað ganga í arv til eftirkomarar tykkara til ævigar tíðir! Og tú, sonur mín Sálomo, lær at kenna Gud faðirs tíns, og tæn Honum við heilum hjarta og fúsari sál! Tí HARRIN rannsakar øll hjørtu og skilir tankar og ráð alra manna; søkir tú Hann, skal Hann lata teg finna Seg, men vendir tú Honum bakið, skal Hann vraka teg við alla. Síggj tí nú til tí HARRIN hevur útvalt teg til at byggja hús til halgidóm ver hugreystur og far undir verkið!? Síðani gav Dávid syni sínum Sálomo mynd av forsalinum, tempulbygningunum, skattkømurunum, kømurunum á takinum, hinum innaru kømurunum og høll náðistólsins, og mynd av øllum tí, sum hann sá fyri sær í andanum, av forgørðum húss HARRANS og øllum kømurunum rundanum til skattirnar, ið hoyrdu til hús Guds, og til tað, ið halgað var, framvegis fyriskipanir viðvíkjandi prestaflokkunum og levitaflokkunum, øllum arbeiðinum við tænastuna í húsi HARRANS, og øllum, sum hoyrdi til tænastuna í húsi HARRANS, viðvíkjandi gullinum, hvussu mikið í vekt ið skuldi til hvørt serstakt ílat, sum hoyrdi til tænastuna, og viðvíkjandi øllum silvuríløtunum, hvussu mikið í vekt ið skuldi til hvørt serstakt ílat, sum hoyrdi til tænastuna. Hann segði honum vekt gullljósastakanna við lampunum av gulli, ið til hoyrdu, vekt hvørs ljósastaka fyri seg við lampunum, ið til hoyrdu, somuleiðis viðvíkjandi silvurljósastøkunum, vekt hvørs ljósastaka fyri seg við lampunum, ið til hoyrdu alt eftir tí, sum hvør ljósastaki skuldi verða nýttur til og vekt gullsins til sýnisbreyðaborðini, til hvørt borð fyri seg, og silvursins til silvurborðini. Hann gav honum eisini mynd av gaflunum, skálunum at sletta blóð við, kannunum av reinum gulli, gullbikarunum vekt hvørs bikars fyri seg og av silvurbikarunum vekt hvørs bikars fyri seg og av roykilsisaltarinum av reinsaðum gulli eftir vekt, somuleiðis mynd av vagninum kerúbunum av gulli, sum breiddu út veingirnar og fjaldu sáttmálaørk HARRANS. ?Alt hetta, [segði Dávid], alt, ið gerast skal eftir myndini, hevur HARRIN latið meg vita við riti frá Síni egnu hond.? So segði Dávid við son sín Sálomo: ?Ver hugreystur og sterkur og far undir verkið, óttast ikki og ver ikki ræddur! Tí Gud HARRIN, Gud mín, er við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki venda tær bakið, inntil alt arbeiðið viðvíkjandi tænastuni í húsi HARRANS er fullført. Tú sært, her eru presta- og levitaflokkarnir, sum skulu gera alla tænastu í húsi Guds; til alt arbeiðið hevur tú hjá tær menn, sum eru til reiðar og eru kønir í alskyns arbeiði; og høvdingarnir og alt fólkið eru til reiðar at gera alt tað, ið tú gevur boð um.? KAPITUL Gávurnar, ið Dávid og høvdingarnir lótu til templið, Bøn Dávids, Sálomo verður salvaður, Tíðin, ið Dávid var kongur. Hann doyr, Síðani segði Dávid kongur við allar teir, ið saman vóru komnir: ?Sálomo sonur mín, hin eini, ið Gud hevur útvalt, er ungur og óroyndur, og arbeiðið er stórt; tí henda borg er ikki manni ætlað, men HARRANUM Gudi. Tí havi eg, alt tað eg havi verið mentur, savnað til hús Guds míns: Gull til tað, ið av gulli skal vera, silvur til tað, ið av silvuri skal vera, kopar til tað, ið av kopari skal vera, jarn til tað, ið av jarni skal vera, og við til tað, ið av viði skal vera, harumframt sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at fella inn, svartar glitursteinar og steinar í ymiskum litum alskyns dýrar steinar og stóra mongd av marmori. Og í gleði míni yvir hús Guds míns gevi eg haraftrat til hús Guds míns tað, ið eg eigi av gulli og silvuri umframt alt tað, ið eg havi savnað til hitt heilaga húsið -: talentir av gulli gulli úr Ofir og talentir av reinsaðum silvuri at klæða bróstini í bygningunum við, so at har kann vera gull og silvur til tað, ið av gulli og silvuri skal vera, og til alskyns arbeiði, ið listarsmiðir skulu gera. Og hvør er nú í dag til reiðar at koma við gávum til HARRAN?? Tá komu teir sjálvkravdir við gávum, bæði ættarhøvdingarnir, høvdingarnir yvir ættum Ísraels, høvuðsmenninir yvir og yvir og umsjónarmenninir yvir arbeiði kongsins; talentir og darikar* av gulli, talentir av silvuri, talentir av kopari og talentir av jarni góvu teir til arbeiðið uppá hús Guds. Teir, ið áttu dýrar steinar, góvu teir til skattin í húsi HARRANS, sum Jehiel Gersonitur hevði umsjón yvir. Og fólkið var glatt, tí teir vóru fúsir at geva; tí av heilum hjarta góvu teir sjálvkravdir HARRANUM gávur sínar. Eisini Dávid kongur gleddist stórliga. Dávid lovaði HARRANUM, meðan øll samkoman hoyrdi, og hann segði: ?Lovaður veri Tú, HARRI, Gud faðirs okkara Ísraels, frá ævi til ævi! Tín, HARRI, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð! Títt, HARRI, er ríkið, og Tú situr høgt yvir øllum og hevur alt í valdi Tínum! Ríkidømi og heiður kemur frá Tær, og Tú ræður yvir øllum; í hond Tíni er styrki og megi, í hond Tíni stendur tað at gera stórt og sterkt, hvat ið tað so skal vera. Tí prísa vit nú Tær, Gud okkara, og lova dýra navni Tínum. Tí hvat eri eg, og hvat er fólk mítt, at vit skuldu verið førir fyri at givið slíkar sjálvkravdar gávur! Frá Tær kemur tað, alt sum tað er, og av tí, sum hond Tín hevur givið okkum, hava vit givið Tær. Tí vit eru fremmandir fyri ásjón Tíni og gestir, sum allir fedrar okkara; sum skuggi eru dagar okkara á jørðini, og vónleysir. HARRI Gud okkara! Alt hetta ríkidømi, ið vit hava savnað saman til at byggja Tær heilaga navni Tínum hús, tað kemur úr hond Tíni Títt er tað alt samalt! Eg veit, Gud mín, at Tú rannsakar hjørtu, og at Tær líkar satt hjarta; av sonnum hjarta havi eg viliga givið Tær alt hetta, og við gleði havi eg nú sæð, hvussu fólk Títt, ið her stendur, sjálvkravt hevur givið Tær gávur sínar. HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels, fedra okkara! Lat hetta altíð verða hjartalag og tankar fólks Tíns, og vend hjarta teirra til Tín! Og gev nú syni mínum Sálomo heilt hjarta til at halda boð Tíni og vitnisburðir og lógir Tínar og til at útinna tað alt samalt og byggja hesa borg, ið eg havi savnað tilfar til!? Nú segði Dávid við alla samkomuna: ?Lovið HARRANUM Gudi tykkara!? Øll samkoman lovaði tá HARRANUM Gudi fedra sína, og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM og konginum. So bóru teir fram sláturoffur til HARRAN, Og dagin eftir ofraðu teir HARRANUM brennioffur: tarvar, veðrar og lomb, við drykkjuofrunum, ið til hoyrdu, og mongd av sláturofrum fyri alt Ísrael. Tey ótu og drukku fyri ásjón HARRANS henda dagin við stórari gleði, og teir gjørdu aðru ferð Sálomo, son Dávid, til kong og salvaðu hann til høvdinga HARRANS og Zadok til prest. Sálomo sat nú í hásæti HARRANS sum kongur í stað faðirs síns, Dávids; hann hevði eydnuna við sær, og alt Ísrael var honum lýðið; allir høvdingarnir og allir kapparnir og somuleiðis allir synir Dávid kong góvu seg undir Sálomo kong. HARRIN gjørdi Sálomo ovurhonds stóran fyri eygum als Ísraels og gav honum slíka kongliga dýrd, sum eingin kongur í Ísrael undan honum hevði havt. Dávid, sonur Ísai, hevði verið kongur yvir øllum Ísrael. Tíðin, ið hann var kongur yvir Ísrael, var ár; í Hebron stýrdi hann ár, og í Jerúsalem stýrdi hann ár. Hann doyði í góðari elli, mettur av døgum, ríkidømi og heiður; og sonur hansara Sálomo tók ríkið eftir hann. Tað, ið annars er at siga um Dávid kong, bæði um fyrru og um seinnu tíð hansara, er skrivað í krøniku Sámuels síggjara, í krøniku Natans profets og í krøniku Gads síggjara. Har er eisini sagt frá øllum kongadømi hansara, stórverkum hansara og tíðunum, ið gingu yvir hann og Ísrael og yvir øll lond og ríki. KAPITUL Skapanin. Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Sálm. Jer. Jóh. Kol. Hebr. Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. Job Mós. Gud segði: ?Verði ljós!? Og ljós varð. Sálm. Kor. Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum. Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag. Sálm. So segði Gud: ?Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni.? Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð. Sálm. Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag. So segði Gud: ?Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan.? Og so varð. Sálm. Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott. So segði Gud: ?Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.? Og so varð; jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott. Og kvøld varð, og morgun varð, triðja dag. So segði Gud: ?Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár; Sálm. og tey skulu vera til ljós á himmalhvølvinum, at lýsa á jørðini.? Og so varð; Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar. Sálm. Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini, Mós. at ráða yvir deginum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott. Og kvøld varð, og morgun varð, fjórða dag. So segði Gud: ?Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum.? Og so varð; V. Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott. Gud signaði tey og segði: ?Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!? V. Mós. Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag. So segði Gud: ?Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr hvørt eftir tess slagi.? Og so varð; Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott. So segði Gud: ?Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.? Sálm. So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey. * Mós. Matt. Kor. Ef. Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: ?Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!? Mós. Framvegis segði Gud: ?Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði. Mós. Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.? Og so varð. Mós. Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag. Mark. KAPITUL Menniskjan í urtagarðinum Eden. Soleiðis fullførdust himmalin og jørðin og allur herur teirra. Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt. Mós. Hebr. Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti. Mós. Hebr. Hetta er søgan um himmal og jørð, táið tey vórðu skapt, tann dag ið Gud HARRIN gjørdi jørð og himmal: Enn var á jørðini eingin runnur á markini, og ongar urtir vóru enn vaksnar upp á markini; tí Gud HARRIN hevði ikki latið regna á jørðini, og einki menniskja var at dýrka jørðina. Tá steig toka upp úr jørðini og vatnaði alla markina. Mós. Job Mós. Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál. Mós. Kor. Síðani plantaði Gud HARRIN urtagarð í Eden, úti eysturi, og har setti Hann menniskjað, sum Hann hevði myndað. Gud HARRIN læt upp av jørðini vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av, eisini træ lívsins, sum stóð mitt í urtagarðinum, og træið til kunnskap um gott og ilt. Op. Ein á rann út úr Eden; hon vatnaði urtagarðin, og síðani skilti hon seg sundur í fýra høvuðsgreinar. Hin fyrsta eitur Pison; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa. Gullið í tí landi er gott; har fæst eisini bdellium og sjóamsteinur. Onnur áin eitur Gihon; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Kus. Triðja áin eitur Hiddekel; tað er hon, ið rennur eystan fyri Assur. Fjórða áin er Frat.* So tók Gud HARRIN Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann. Gud HARRIN gav Ádami hetta boð: ?Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.? Róm. Gud HARRIN segði nú: ?Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.? Præd. Gud HARRIN hevði úr jørðini myndað øll dýr á markini og allar fuglar undir himli; og Hann leiddi tey til Ádam fyri at vita, hvat hann fór at kalla tey; tað, ið Ádam kallaði hvønn livandi skapning, tað skuldi vera navn hansara. Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum. Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi. Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam. Kor. Tim. Tá segði Ádam: ?Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.? Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold. Matt. Ef. Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara; men tey blúgvaðust ikki. Mós. KAPITUL Syndafallið. Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: ?Hevur nú Gud sagt: ?Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av??? Kvinnan svaraði orminum: ?Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum; bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: ?Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.?? Mós. Tá segði ormurin við kvinnuna: ?Einki skulu tit doyggja! Jóh. Kor. Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!? Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át. Tim. Jóh. Tá vórðu eyguni í báðum latin upp, og tey raktu við, at tey vóru nakin; tey seymaðu tí fikubløð saman og bundu upp fyri seg. Mós. Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur, og Ádam og kona hansara krógvaðu seg fyri ásjón Guds HARRANS millum trøini í urtagarðinum. Tá rópti Gud HARRIN á Ádam og segði við hann: ?Hvar ert tú?? Hann svaraði: ?Eg hoyrdi Teg í urtagarðinum; tá ræddist eg, av tí at eg var nakin; tí krógvaði eg meg!? Tá segði Hann: ?Hvør hevur latið teg vita, at tú ert nakin? Hevur tú etið av trænum, ið Eg forbeyð tær at eta av?? Ádam svaraði: ?Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át.? Tá segði Gud HARRIN við kvinnuna: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt!? Kvinnan svaraði: ?Ormurin dáraði meg, so at eg át.? Kor. Tim. Tá segði Gud HARRIN við ormin: ?Aftur fyri at tú gjørdi hetta, so skalt tú vera bannaður millum alt fæið og millum øll dýrini á markini. Á búki tínum skalt tú skríða, og dust skalt tú eta, allar lívsdagar tínar. Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.? Hebr. Jóh. Róm. Við kvinnuna segði Hann: ?Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.? Kor. Kor. Ef. o.l.; Tim. Pæt. Við Ádam segði Hann: ?Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar. Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín. Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!? Tess. Mós. Præd. Sálm. Ádam gav konu síni navnið Eva; tí hon varð móðir at øllum, sum liva. Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum. Job Op. Gud HARRIN segði: ?Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur og livir í allar ævir!? So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr. Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ. Ez. KAPITUL Káin og Ábel, Set, Ádam helt seg til konu sína Evu, og hon varð við barn og átti Káin; tá segði hon: ?Eg havi fingið son við hjálp HARRANS.? Framvegis átti hon bróður hansara Ábel. Ábel varð seyðamaður, men Káin dýrkaði jørðina. Táið ein tíð var liðin, bar Káin HARRANUM fram eitt offur av grøðini av jørðini. Eisini Ábel bar offur fram av teimum frumbornu í fylgi sínum og av fiti teirra. HARRIN hugdi á Ábel og offur hansara. Mós. Hebr. Men á Káin og offur hansara hugdi Hann ikki. Tá kom ógvuliga ilt í Káin, og andlit hansara varð dapurt. HARRIN segði tá við Káin: ?Hví ert tú illur, og hví er andlit títt so dapurt? Er tað ikki so, at gert tú rætt, so kanst tú treystliga hyggja upp! Og gert tú ikki rætt, so liggur syndin fyri durunum, og hon tráar eftir tær; men tú skalt ráða yvir henni.? Job Róm. Men Káin segði við Ábel, bróður sín: ?Lat okkum fara út á markina!? Og meðan teir vóru úti á markini, leyp Káin á Ábel, bróður sín, og drap hann. Jóh. Jud. Tá segði HARRIN við Káin: ?Hvar er Ábel, bróðir tín?? Hann svaraði: ?Tað veit eg ikki! Skal eg ansa eftir bróður!? Kor. Men Hann segði: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini. Hebr. So skalt tú nú vera bannlýstur av jørðini, sum læt upp munn sín og av hond tíni tók ímóti blóði bróður tíns. Táið tú dýrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær grøði sína; umflakkandi og heimleysur skalt tú vera á jørðini.? Tá segði Káin við HARRAN: ?Straff mín er størri, enn eg eri mentur at bera! Táið Tú nú rekur meg burtur av jørðini, og eg má krógva meg fyri ásjón Tíni og fjakka heimleysur um á jørðini, so verður tað jú so, at hvør tann, ið hittir meg, hann drepur meg!? Job o.l.; Mós. Men HARRIN segði við hann: ?Nei! Tí drepur nakar Káin, so skal hann verða hevndur sjeyfalt.? Og HARRIN gav Káini merki, fyri at eingin, ið hitti hann, skuldi drepa hann. Mós. So fór Káin burtur frá ásjón HARRANS og búsettist í landinum Nod, eystan fyri Eden. Jón. Káin helt seg til konu sína, og hon varð við barn og átti Hanok. Hann bygdi bý og kallaði hann Hanok eftir syni sínum. Hanok fekk son, Irad; Irad fekk Mehujael; Mehujael fekk Metusael; Metusael fekk Lemek. Lemek fekk sær tvær konur; onnur æt Ada, onnur Zilla. Ada átti Jabal; hann varð ættarfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og hava fæ. Bróðir hansara æt Jubal; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið spæla á hørpu og floytu. Eisini Zilla fekk son, Tubalkáin; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið smíða kopar og jarn. Systir Tubalkáin var Na'ama. Lemek segði við konur sínar: ?Ada og Zilla, hoyrið orð míni, konur Lemek, lurtið eftir tí, ið eg sigi: Eg drepi ein mann fyri hvørt sár, ið eg fái, og ein drong fyri hvørt skursl, ið eg fái! Tí verður Káin hevndur sjeyfalt, so verður Lemek hevndur ferðir!? V. Ádam helt seg aftur til konu sína, og hon átti son, sum hon gav navnið Set; ?tí? segði hon ?Gud hevur givið mær ein annan son í staðin fyri Ábel, sum Káin drap.? Eisini Set fekk son, og hann gav honum navnið Enos; um ta tíðina varð byrjað at ákalla navn HARRANS. Mós. KAPITUL Ætt Sets. Hetta er ættarbók Ádams. Tann dagin Gud skapti menniskjuna, skapti Hann hana í bílæti Guds. Mós. Mós. Sum mann og kvinnu skapti Hann tey; Hann signaði tey og gav teimum navnið menniskja, tann dagin tey vórðu skapt. Táið Ádam hevði livað ár, fekk hann son, sum var honum líkur, avbílæti hansara, og hann gav honum navnið Set. Mós. Luk. Krøn. o.l. Eftir at Ádam hevði fingið Set, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Ádam livdi, lívstíð hansara, varð soleiðis ár; so doyði hann. Táið Set var ár, fekk hann sonin Enos. Mós. Eftir at Set hevði fingið Enos, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Set livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Enos var ár, fekk hann sonin Kenan. Eftir at Enos hevði fingið Kenan, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Enos livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Kenan var ár, fekk hann sonin Mahalalel. Eftir at Kenan hevði fingið Mahalalel, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Kenan livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Mahalalel var ár, fekk hann sonin Jered. Eftir at Mahalalel hevði fingið Jered, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Mahalalel livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Jered var ár, fekk hann sonin Enok. Eftir at Jered hevði fingið Enok, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Jered livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Enok var ár, fekk hann sonin Metúsalem. Eftir at Enok hevði fingið Metúsalem, livdi hann við Gudi í ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Enok livdi, var soleiðis ár. Enok livdi við Gudi; og hann var ikki longur; tí Gud tók hann. Mós. Kong. Es. Hebr. Táið Metúsalem var ár, fekk hann sonin Lemek. Eftir at Metúsalem hevði fingið Lemek, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Metúsalem livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Lemek var ár, fekk hann son. Hann gav honum navnið Nóa og segði: ?Hesin skal troysta okkum í møðsama arbeiði okkara á jørðini, sum HARRIN hevur bannað.? Mós. Eftir at Lemek hevði fingið Nóa, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Tíðin ið Lemek livdi, var soleiðis ár; so doyði hann. Táið Nóa var ár, fekk hann synirnar Sem, Kam og Jafet. KAPITUL Mannaættin spilt, Gud boðar vatnflóðina, og Nóa fær boð um at gera ørkina, Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum, Mós. sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti. Tá segði HARRIN: ?Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera ár.? Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu. Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin. Mós. Sálm. Matt. Róm. Ef. Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum. Zak. Sálm. Ef. Og HARRIN segði: ?Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!? Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS. Mós. Áp. Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi. Mós. Hebr. Pæt. Ez. Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet. Mós. Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti. Ez. Mós. Gud sá jørðina hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini. Tá segði Gud við Nóa: ?Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini. Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan. Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera alin long, alin breið og alin høg. Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd. Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar. Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær. Pæt. Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera. Mós. Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi. Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.? Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann. Hebr. Mós. KAPITUL Nóa fer inn í ørkina, Vatnflóðin kemur og ger enda á øllum lívi á jørðini, So segði HARRIN við Nóa: ?Far inn í ørkina, tú og alt hús títt, tí teg havi Eg sæð rættvísan fyri Mær í hesi ætt! Hebr. Pæt. Av øllum reinum dýrum skalt tú taka tær sjey pør, hannslag og honslag, og av teimum dýrum, ið ikki eru rein, eitt par, hannslag og honslag, somuleiðis sjey pør av fuglum himmalsins, hannslag og honslag fyri at halda ættum teirra á lívi á allari jørðini. Tí um sjey dagar lati Eg regna á jørðini dagar og nætur, og Eg týni á jørðini alt livandi, ið Eg havi skapt.? Nóa gjørdi í einum og øllum, sum HARRIN hevði sagt við hann. Mós. Nóa var ár, táið vatnflóðin kom yvir jørðina. Tá fóru Nóa og synir hansara, kona hansara og sonarkonur hansara við honum inn í ørkina undan vatnflóðini. Pæt. Matt. Tey reinu og tey óreinu dýrini, fuglarnir og alt tað, ið á jørðini skríður, fóru inn í ørkina til Nóa, par undan pari, hannslag og honslag sum Gud hevði sagt við Nóa. Táið teir sjey dagarnir vóru gingnir, kom vatnflóðin yvir jørðina. Tað árið ið Nóa var ár, tann seytjanda í øðrum mánaði, tann dagin opnaðust allar keldurnar í tí stóra djúpinum, og lúkurnar á himli lótust upp; Matt. og regnið streymaði niður á jørðina dagar og nætur. Henda sama dag fór Nóa inn í ørkina, og saman við honum synir hansara, Sem, Kam og Jafet, og kona hansara og tær tríggjar sonarkonur hansara, eisini øll tey villu dýrini eftir sínum slagi, alt fæið eftir sínum slagi, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, eftir sínum slagi, og allir fuglar eftir sínum slagi, alt tað, ið flýgur, alt tað, ið veingir hevur. Tey fóru inn í ørkina til Nóa, par undan pari av øllum holdi, sum lívsandi er í. Tey, ið inn fóru, vóru hannslag og honslag av øllum holdi, soleiðis sum Gud hevði sagt við hann. Og HARRIN læt aftur eftir honum. Tá kom vatnflóðin yvir jørðina dagar. Vatnið vaks og lyfti ørkini, so at hon fleyt yvir jørðini. Vatnið fløddi og vaks stórliga á jørðini, og ørkin rak eftir vatninum. Vatnið vaks og vaks á jørðini, so at øll tey høgu fjøll, ið undir øllum himlinum eru, stóðu undir vatni; Sálm. fimtan alin stóð vatnið yvir tey, so at fjøllini stóðu undir vatni. Tá doyði alt hold, ið á jørðini rørdist, fuglar, fæ, vill dýr og øll tey smádýr, ið á jørðini skriðu og øll menniskju; Matt. Pæt. alt, sum hevði lívs andadrátt í nøsini, alt tað, ið var á tí turra landinum, tað doyði. Soleiðis varð hvør skapningur, sum á jørðini var, oyddur, bæði menniskju og fæ, skriðdýr og fuglarnir undir himli; tað varð oytt av jørðini. Eftir varð eingin uttan Nóa og tey, ið við honum vóru í ørkini. Vatnið stóð við á jørðini dagar. Pæt. KAPITUL Vatnflóðin endar, Nóa fer úr ørkini, Nóa ofrar, Lyfti Harrans, Men Gud mintist Nóa og øll tey villu dýrini og alt fæið, ið við honum vóru í ørkini. Gud læt ein vind blása yvir jørðina, so at vatnið fall; Mós. keldurnar í tí stóra djúpinum og lúkurnar á himli lótust aftur, og regnið av himli sleit í. Vatnið svann so við og við burtur av jørðini vatnið fór at minka, táið dagar vóru umlidnir. Tann seytjanda í sjeynda mánaði stóð ørkin, á Áraratsfjøllum. Es. Vatnið helt á at minka inntil tíggjunda mánað; tann fyrsta í hesum mánaði komu fjallatindarnir undan. Táið dagar vóru gingnir, læt Nóa upp vindeygað, ið hann hevði gjørt á ørkina, og sendi ravn út; hann fleyg aftur og fram, inntil vatnið var tornað burtur av jørðini. Síðani sendi hann dúvu út fyri at vita, um vatnið var svunnið burtur av jørðini. Men dúvan fann einki hvíldarstað fyri fót sín og kom tí aftur til hansara í ørkina tí enn stóð øll jørðin undir vatni. Tá rætti hann út hondina og tók hana inn í ørkina til sín. Hann steðgaði nú sjey dagar aftrat og sendi so eina ferð enn dúvuna út úr ørkini. Móti kvøldi kom dúvan aftur til hansara og hevði tá í nevinum grønt blað av oljutræi; tá skilti Nóa, at vatnið var svunnið burtur av jørðini. Hann steðgaði so uppaftur sjey dagar, og táið hann tá sendi dúvuna út, kom hon ikki aftur til hansara meir. Tað árið ið Nóa var ár, tann fyrsta í fyrsta mánaði, var vatnið tornað burtur av jørðini. Tá tók Nóa takið av ørkini og hugdi út og sá nú, at jørðin var turr. Sjeynda og tjúgunda í øðrum mánaði var jørðin heilt turr. Tá talaði Gud við Nóa og segði: ?Far út úr ørkini, tú og kona tín, synir tínir og sonarkonur tínar við tær! Øll dýrini, ið hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fæ og øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, skalt tú lata fara út við tær, fyri at jørðin kann verða full av teimum, og tey kunnu vera fruktbør og vaksa í tali á jørðini.? Mós. Tá fór Nóa út, og synir hansara, kona hansara og sonarkonur hansara við honum. Og øll dýrini, øll skriðdýrini, allir fuglarnir, alt tað, ið á jørðini rørist, hvørt eftir sínum slagi, fór út úr ørkini. Nóa reisti nú HARRANUM altar, og hann tók av øllum teimum reinu dýrunum og av øllum teimum reinu fuglunum og ofraði brennioffur á altarinum. Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: ?Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú. Mós. Kor. Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.? KAPITUL Sáttmáli Guds við Nóa eftir vatnflóðina, Synir Nóa, Nóa dýrkar vín, Orð hansara um synirnar, Lívstíð og deyði hansara, Gud signaði nú Nóa og synir hansara og segði við teir: ?Nørist, vaksið í tali, og fyllið jørðina! Mós. Ótti fyri tykkum og ræðsla fyri tykkum skal vera á øllum dýrum á jørðini, á øllum fuglum undir himli, á øllum, ið á jørðini rørist, og á øllum fiskunum í sjónum í hond tykkara er tað givið. Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt. Mós. Tó kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta. Mós. Mós. Áp. Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans. Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna. Mós. Matt. Mós. Nørist tit og vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar yvir henni!? Síðani segði Gud við Nóa og synir hansara: Mós. ?Nú geri Eg sáttmála Mín við tykkum og við eftirkomarar tykkara V. og við hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er, fuglarnar, fæið og øll tey villu dýrini, ið hjá tykkum eru, alt tað, ið fór út úr ørkini, øll dýr á jørðini. Eg geri sáttmála Mín við tykkum og lovi, at aldri aftur skal alt hold verða týnt við vatnflóð; aldri aftur skal ein vatnflóð koma, sum forkemur jørðini.? Mós. Es. Framvegis segði Gud: ?Hetta er tekinið uppá sáttmálan, ið Eg til ævigar tíðir geri millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er: Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin uppá sáttmálan millum Meg og jørðina. Táið Eg dragi skýggj yvir jørðina, og bogin so sæst í skýggjunum, tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi, og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold. Táið tá bogin stendur í skýggjunum, skal Eg hyggja á hann og minnast hin æviga sáttmála, ið er millum Gud og hvønn livandi skapning av øllum holdi á jørðini.? Mós. So segði nú Gud við Nóa: ?Hetta er sáttartekinið, ið Eg havi gjørt millum Meg og alt hold á jørðini.? Synir Nóa, ið fóru út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jafet; Kam var faðir Kána'an. Hesir tríggir vóru synir Nóa, og frá teimum breiddust menniskjuni út um alla jørðina. Nóa dýrkaði jørðina; hann var hin fyrsti, ið plantaði víngarð. Táið hann nú drakk av víninum, varð hann drukkin og lá nakin inni í tjaldi sínum. Kam, faðir Kána'an, sá tá blygd faðirs síns og segði tað fyri báðum brøðrum sínum teir vóru uttanfyri. Men Sem og Jafet tóku kappan, løgdu hann á herðar sínar, gingu øvutir inn og løgdu við burturvendum andlitum aftur yvir blygd faðirs síns, so at teir sóu ikki skomm faðirs síns. Táið nú rann av Nóa, og hann vaknaði, fekk hann at vita tað, ið yngsti sonur hansara hevði gjørt honum. Tá segði hann: ?Bannaður veri Kána'an! Trælur træla skal hann vera hjá brøðrum sínum!? Josva Framvegis segði hann: ?Lovaður veri HARRIN, Gud Sems og Kána'an skal vera trælur teirra! Gud geri tað rúmt fyri Jafet! Hann skal búgva í tjøldum Sems og Kána'an skal vera trælur teirra!? Nóa livdi ár eftir vatnflóðina. Tíðin, ið Nóa livdi, var soleiðis í alt ár; so doyði hann. KAPITUL Ættartal tjóðanna. Hetta er ættarbók Nóa, Sems, Kams og Jafets. Teir fingu synir eftir vatnflóðina. Synir Jafet vóru Gomer, Magog, Madai, Javan, Tubal, Mesek og Tiras. Krøn. o.l. Synir Gomer vóru Askenaz, Rifat og Togarma. Synir Javan vóru Elisa og Tarsis, og Kittar og Rodanitar. Frá teimum eru teir ættaðir, sum búgva á heidningastrondunum. Hetta vóru synir Jafet í londum teirra, hvør við sínum tungumáli, eftir ættum teirra, í fólkasløgum teirra. Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána'an. Krøn. Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan. Kus fekk son, Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk stórt veldi á jørðini. Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: ?Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.? Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi. Es. Op. Úr hesum landi fór hann til Assur og bygdi Nineve, Rehobot-Ir og Kala, Nah. og Resen millum Nineve og Kala tað er hin stóri staðurin. Mizrajim var ættarfaðir at Ludum, Anamum, Lehabum, Naftuum, Patrusum, Kasluum sum Filistarar eru ættaðir frá og Kaftorum. Kána'an var faðir at Zidon sum var hin frumborni hansara og æt Het; frá honum eru eisini ættaðir: Jebusitar, Amoritar, Girgasitar, Hevitar, Arkitar, Sinitar, Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar; seinni breiddu ættir Kána'anita seg longur, so at landamark Kána'anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa. Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra. Eisini Sem fekk synir; hann var ættarfaðir at øllum sonum Eber og var elsti bróðir Jafet. Synir Sem vóru Elam, Assur, Arpaksad, Lud og Áram. Mós. Krøn. Luk. Synir Áram vóru Uz, Hul, Geter og Mas. Arpaksad fekk son, Sala, og Sala fekk son, Eber. Mós. o.l. Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg; tí á døgum hansara spjaddist menniskjan um jørðina; bróðir hansara æt Joktan. Mós. o.l.; Krøn. Joktan var faðir at Almodad, Salef, Hazarmavet, Jara, Hadoram, Uzal, Dikla, Obal, Abimael, Sjeba, Ofir, Havila og Jobab. Allir hesir vóru synir Joktan. Bústaðir teirra vóru úr Mesa fram ímóti Sefar, fjøllunum í eystri. Hetta vóru synir Sem, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra. Hetta vóru ættirnar hjá sonum Nóa, eftir ættarbókum teirra, í fólkasløgum teirra; frá teimum hava fólkini breitt seg út um jørðina eftir vatnflóðina. Áp. KAPITUL Bábelstornið, Ætt Sems, Ætt Tara, Øll jørðin hevði sama tungumál og tosaði líka. Sum teir nú ferðaðust eystureftir, komu teir til dal í Sinearslandi og búsettust har. Tá søgdu teir hvør við annan: ?Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl!? Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk. So søgdu teir: ?Komið, latið okkum byggja okkum bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals latið okkum soleiðis gera okkum navn, so vit skulu ikki verða spjaddir um alla jørðina!? Mós. Men HARRIN kom niður at síggja býin og tornið, ið menniskjabørnini vóru farin at byggja; og HARRIN segði: ?Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri! Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!? Soleiðis spjaddi HARRIN teir haðani út um alla jørðina, og teir góvu uppat at byggja býin. Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina. Hetta er ættarbók Sems. Táið Sem var ár, fekk hann sonin Arpaksad, ár eftir vatnflóðina. Krøn. o.l; Luk. Eftir at Sem hevði fingið Arpaksad, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Arpaksad var ár, fekk hann Sala. Mós. Eftir at Arpaksad hevði fingið Sala, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Sala var ár, fekk hann Eber. Eftir at Sala hevði fingið Eber, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Eber var ár, fekk hann Peleg. Eftir at Eber hevði fingið Peleg, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Peleg var ár, fekk hann Re'u. Eftir at Peleg hevði fingið Re'u, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Re'u var ár, fekk hann Serug. Eftir at Re'u hevði fingið Serug, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Serug var ár, fekk hann Nakor. Eftir at Serug hevði fingið Nakor, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Nakor var ár, fekk hann Tara. Eftir at Nakor hevði fingið Tara, livdi hann ár; og hann fekk synir og døtur. Táið Tara var ár, fekk hann Ábram, Nakor og Haran. Hetta er ættarbók Tara. Tara fekk Ábram, Nakor og Haran. Haran fekk ein son, Lot. Haran doyði í føðilandi sínum, í Ur í Kaldea undan faðir sínum, Tara. Ábram og Nakor tóku sær konur; kona Ábram æt Sárai, kona Nakor æt Milka og var dóttir Haran, faðir Milku og Jisku. Men Sárai var ófruktbør; hon átti einki barn. Tara tók nú Ábram, son sín, Lot, sonarson sín, son Haran, og Sárai, sonarkonu sína, konu Ábram, son sín, og fór við teimum úr Ur í Kaldea til at fara til Kána'ansland; men táið tey komu til Karan, búsettust tey har. Mós. Neh. Tíðin ið Tara livdi, var ár; so doyði Tara, í Karan. KAPITUL Ábram kemur til Kána'ansland, Ábram í Egyptalandi, HARRIN segði við Ábram: ?Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns til landið, ið Eg skal vísa tær! Josva Áp. Hebr. Matt. Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing. Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.? Mós. Mós. Áp. Gal. Ábram fór tá avstað, sum HARRIN hevði sagt við hann, og Lot fór við honum. Ábram var ár, táið hann fór úr Karan. Ábram tók Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og alt tað, ið teir áttu sum teir høvdu savnað sær og fólkið, ið teir høvdu fingið sær í Karan; og tey fóru avstað og tóku leiðina móti Kána'anslandi og komu til Kána'ansland. Ábram ferðaðist nú gjøgnum landið, líka til tað heilaga staðið í Sikem, til eikina More. Tá búðu Kána'anitar har í landinum. Men HARRIN opinberaði Seg fyri Ábrami og segði: ?Avkomi tínum gevi Eg hetta landið!? Tá reisti hann har HARRANUM altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum. Mós. o.l.; Mós. Josva Neh. Síðani fór hann haðani og fór til fjøllini eystan fyri Betel; har reisti hann tjald sítt, so hann hevði Betel vestanfyri og Ai eystanfyri. Og hann reisti har HARRANUM altar og ákallaði navn HARRANS. Mós. Haðani flutti Ábram seg so við og við móti Suðurlandinum. Nú kom hungursneyð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har sum fremmandur, við tað at hungursneyðin var so svár í landinum. Mós. Táið nú ikki var langt eftir hjá honum til Egyptalands, segði hann við Sárai, konu sína: ?Eg veit, tú ert ein vøkur kvinna. Táið nú Egyptar fáa at síggja teg og hugsa, at tú ert kona mín, so drepa teir meg og lata teg liva. Sig tí, at tú ert systir mín so mær kann gangast væl, og lív mítt kann verða spart fyri tína skuld!? Mós. Táið Ábram nú kom til Egyptalands, sóu Egyptar, at hon var sera vøkur kvinna. Høvdingar Faraos sóu hana og høvdu tað á orði fyri Farao; so varð kvinnan tikin og førd til hús Faraos. Men við Ábram gjørdi hann væl fyri hennara skuld; hann fekk smáfæ, neyt og esil, trælir og trælkvinnur, esilryssur og kamelar. Men HARRIN sló Farao og hús hansara við svárum plágum fyri Sárai skuld, konu Ábram. Sálm. Tá sendi Farao boð eftir Ábrami og segði: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti mær! Hví lætst tú meg ikki vita, at hon er kona tín? Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Hygg, her hevur tú konu tína! Tak hana og far!? Og Farao segði við menn sínar, at teir skuldu fylgja honum á veg, honum og konu hansara og øllum, ið hann átti. KAPITUL Ábram og Lot, Harrin tekur lyftið upp aftur, So fór Ábram úr Egyptalandi til Suðurlandið, hann og kona hansara og alt tað, ið hann átti; og Lot var við honum. Mós. Ábram átti ógvuliga nógv, bæði av fæi og av silvuri og gulli. Mós. Hann fór nú úr Suðurlandinum og flutti seg so við og við, inntil hann kom til Betel, tað staðið, har sum tjald hansara á fyrsta sinni hevði staðið, millum Betel og Ai, tað staðið, har sum hann hina ferðina hevði reist altar; har ákallaði Ábram navn HARRANS. Mós. Lot, sum ferðaðist saman við Ábrami, hevði eisini smáfæ og neyt og tjøld. Landið var ikki ment at bera teir, so teir fingu búð saman; tí ogn teirra var ov stór til, at teir fingu búð saman. Stríð kom tá millum hirðarnar hjá Ábrami og Lot og Kána'anitar og Perizitar búðu tá í landinum. Tá segði Ábram við Lot: ?Einki stríð má vera millum okkum báðar ella millum hirðarnar hjá mær og tær vit eru jú brøður! Liggur ikki alt landið tær opið! Skil teg heldur frá mær! Vilt tú fara til vinstru, so fari eg til høgru, og vilt tú fara til høgru, so fari eg til vinstru.? Lot hugdi nú rundan um seg, og hann sá, at allur Jordanslættin líka til Zoar var vatnríkur, sum urtagarður HARRANS, sum Egyptaland tað var, áðrenn HARRIN oyddi Sodoma og Gomorra. So valdi Lot sær tá allan Jordanslættan. Og Lot fór avstað og fór eystureftir, og teir skiltust; Ábram varð búgvandi í Kána'anslandi, og Lot búði í býunum á slættanum og fór við tjøldum sínum líka at Sodoma. Men fólkið í Sodoma var gudleyst og syndaði stórliga móti HARRANUM. Mós. o.l.; Ez. Aftan á at Lot hevði skilt seg frá Ábrami, segði HARRIN við Ábram: ?Hygg upp og hygg rundan um teg, haðani sum tú stendur, norðureftir, suðureftir, eystureftir og vestureftir! Alt landið, ið tú sært, gevi Eg tær og avkomi tínum til ævigar tíðir. Mós. Eg skal lata avkom títt verða sum dustið á jørðini, so at um nakar kann telja dustið á jørðini, so skal eisini avkom títt kunna teljast. Mós. Kong. Reis teg, far gjøgnum landið, so langt og breitt ið tað er tær gevi Eg tað!? Ábram flutti nú við tjøldum sínum og kom til eikilundina hjá Mamre í Hebron; har búsettist hann og reisti HARRANUM altar. Mós. KAPITUL Stríðið við Kedorlaomer og felagar hansara, Lot bjargaður, Melkizedek, Meðan Amrafel var kongur í Sinear, Arjok í Ellasar, Kedorlaomer í Elam, og Tideal í Gojim, lógu teir í stríði við Bera, kongin í Sodoma, Birsa, kongin í Gomorra, Sineab, kongin í Adma, Semeber, kongin í Zebojim, og kongin í Bela, tað er Zoar. Allir hesir tóku seg saman og fóru til Siddimdal, har sum nú Salthav er. Í ár høvdu teir staðið undir Kedorlaomer, men trettanda árið reistu teir seg ímóti honum. Og fjúrtanda árið komu Kedorlaomer og kongarnir, ið stóðu saman við honum; fyrst vunnu teir Refa'itar í Astarot-Karnajim, Zuzitar í Ham, Emitar í Sjave-Kirjatajim og Horitar á fjalli teirra Se'ir til El-Paran, sum er við oyðimørkina; síðani vendu teir og komu til En-Mispat, tað er Kades, og vunnu Amalekitar í øllum landi teirra, somuleiðis Amoritar, ið búðu í Hazazon-Tamar. Tá fóru teir út, kongarnir í Sodoma, Gomorra, Adma, Zebojim og Bela, tað er Zoar, og í Siddimdali fylktu teir seg til bardaga við Kedorlaomer, kongin í Elam, Tideal, kongin í Gojim, Amrafel, kongin í Sinear, og Arjok, kongin í Ellasar kongar móti Men Siddimdalur var fullur av jarðbiksholum, og kongarnir í Sodoma og Gomorra, sum noyddust at halda undan, duttu í tey, men teir, ið eftir vóru, flýddu til fjals. So tóku teir alt góðsið í Sodoma og Gomorra og alt etandi, ið har var, og fóru so haðani. Eisini Lot, bróðurson Ábram, tóku teir við sær, táið teir fóru avstað, hann og alt tað, ið hann átti hann búði jú í Sodoma. Ein, ið flýddur var, kom nú og segði tað fyri Ábrami Hebreara; hann búði við eikilundina, ið Mamre Amoritur átti Mamre var bróðir Eskol og Aner, og teir høvdu allir sáttmála við Ábram. Táið Ábram nú frætti, at skyldmaður hansara var tikin til fanga, vápnaði hann tænarar sínar, royndar menn, føddar í húsi hansara, og helt eftir teimum líka til Dan. Har býtti hann menn sínar sundur, leyp um náttina á teir, hann og menn hansara, og vann teir, og elti teir síðani líka til Hoba, norðan fyri Damaskus. Alt góðsið tók hann aftur; eisini Lot, skyldmann sín, og alt tað, ið hann átti, hevði hann aftur við sær, somuleiðis kvinnurnar og alt hitt fólkið. Táið hann nú kom aftur eftir at hava vunnið sigur á Kedorlaomer og kongunum, ið stóðu saman við honum, tá fór kongurin í Sodoma út ímóti honum til Sjavedal, tað er Kongadal. Og Melkizedek, kongurin í Salem, prestur hjá Gudi hinum Hægsta, kom við breyði og víni Sálm. Hebr. o.l. og signaði hann við hesum orðum: ?Signaður veri Ábram av Gudi hinum Hægsta, sum eigur himmal og jørð! Hebr. Lovaður veri Gud hin Hægsti, sum gav tær fíggindar tínar í hendur!? Og Ábram læt hann fáa tíggjund av øllum. Hebr. Kongurin í Sodoma segði nú við Ábram: ?Lat meg fáa fólkið, og hav tú góðsið!? Men Ábram svaraði konginum í Sodoma: ?Til HARRAN, Gud hin Hægsta, sum eigur himmal og jørð, lyfti eg hond mína og vitni, Mós. at ikki so mikið sum ein tráð ella eina skóreim taki eg av øllum tí, ið títt er! Tú skalt ikki siga: ?Eg havi gjørt Ábram ríkan!? Eg vil einki hava einki uttan tað, ið menn mínir hava etið! Og tað, ið lutast monnunum, ið við mær hava verið, Aner, Eskol og Mamre lat teir taka sín part!? KAPITUL Harrin ger sáttmála við Ábram. Nakað eftir hetta kom orð HARRANS til Ábram í eini sjón; Hann segði: ?Óttast ikki, Ábram! Eg eri skjøldur tín; løn tín skal verða ógvuliga stór!? Men Ábram svaraði: ?Harri HARRI, hvat ætlar Tú at geva mær! Eg fari jú barnleysur burtur, og hesin Eliezer úr Damaskus skal arva hús mítt!? Ábram legði aftrat: ?Tú hevur jú einki avkom givið mær, og ein tænari, sum føddur er í húsi mínum, kemur at arva meg!? Men tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði: ?Nei, hann skal ikki arva teg! Ein ið kemur út úr tínum egna lívi, hann skal arva teg!? So fór Hann út við honum og segði: ?Hygg upp móti himli og vita, um tú kanst telja stjørnurnar!? Og Hann segði við hann: ?Soleiðis skal avkom títt verða!? Mós. Mós. Mós. Og Ábram trúði HARRANUM, og Hann roknaði honum tað til rættvísi. Róm. Gal. Síðani segði Hann við hann: ?Eg eri HARRIN, sum leiddi teg burtur úr Ur í Kaldea til at geva tær hetta landið í ogn!? Men hann segði: ?Harri HARRI, av hvørjum kann eg vita, at eg skal eiga tað?? Tá segði Hann við hann: ?Fá Mær tríára gamla kvígu, tríára gamla geit, tríára gamlan veðr, turtildúvu og dúvuunga!? Hann fekk Honum nú øll hesi dýrini, skar tey av um miðju og legði helvtirnar av hvørjum dýri, hvørja beint yvir av aðrari; fuglarnar skar hann tó ikki sundur. Tá skutu rovfuglar seg niður á teir deyðu kropparnar, men Ábram stygdi teir burtur. Táið sólin so var um at fara niður, og fastur svøvnur var fallin á Ábram, tá kom ræðsla og stórt myrkur á hann. Tá segði Hann við Ábram: ?Tað skalt tú vita, at avkom títt skal búgva sum fremmant í einum landi, ið ikki er teirra; tey skulu vera trælir hjá fólkinum har og verða illa viðfarin av teimum í ár. Mós. Áp. Men eisini tað fólkið, ið tey skulu træla hjá, skal Eg døma. Síðani skulu tey fara haðani við nógvum góðsi. Mós. Men tú skalt fara í friði til fedrar tínar og verða jarðaður á góðum elliárum. Mós. Og í fjórða ættarliði skulu tey koma aftur higar tí enn hava Amoritar ikki fylt syndamál sítt.? Mós. Táið nú sólin var undirgingin, og myrkt var vorðið, sást rúkandi ovnur og logandi eldur, sum fór fram millum teir sundurskornu kropparnar. Mós. Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: ?Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat, Mós. Mós. Kong. Sálm. tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita, Hetita, Perizita, Refa'ita, Amorita, Kána'anita, Girgasita og Jebusita.? Josva KAPITUL Hagar og Ísmael. Sárai, kona Ábram, átti honum eingi børn. Men Sárai hevði egyptiska trælkvinnu, ið æt Hagar. Sárai segði nú við Ábram: ?HARRIN hevur jú gjørt meg ófruktbara; far tí inn til trælkvinnu mína kanska eg kann fáa avkom gjøgnum hana!? Ábram gjørdi, sum Sárai segði. Mós. Sárai, kona Ábram, tók tá og læt Ábram, mann sín, fáa Hagar, ta egyptisku trælkvinnu sína, til konu tað vóru tá ár, síðani Ábram búsettist í Kána'anslandi! Hann fór nú inn til Hagar, og hon varð við barn. Men táið hon sá, at hon var vorðin við barn, vanvirdi hon frú sína. Tá segði Sárai við Ábram: ?Órætturin, ið eg líði, er tín skuld! Eg havi sjálv givið tær trælkvinnu mína í favn, og nú hon sær, at hon er við barn, vanvirðir hon meg. HARRIN skal vera dómari millum meg og teg!? Ábram svaraði Sárai: ?Tú ræður jú yvir trælkvinnu tíni ger við hana, sum tær tykir gott!? Tá fór Sárai illa við henni, so at hon flýddi frá henni. Men eingil HARRANS fann hana við vatnkelduna í oyðimørkini, við kelduna á vegnum til Sur. Hann segði: ?Hagar, trælkvinna Sárai, hvaðani kemur tú, og hvar ætlar tú tær?? Hon svaraði: ?Eg eri flýdd frá Sárai, frú míni.? Tá segði eingil HARRANS við hana: ?Far aftur til frú tína og eyðmýk teg undir hond hennara!? Og eingil HARRANS segði við hana: ?Eg skal lata avkom títt verða so nógv í tali, at tað skal ikki kunna teljast.? Framvegis segði eingil HARRANS við hana: ?Tú ert nú við barn og skalt eiga son; honum skalt tú geva navnið Ísmael;* tí HARRIN hevur hoyrt tað, ið tú hevur liðið. *Gud hoyrir. Hann skal verða eitt villesil av einum menniskja; hond hansara skal vera móti øllum, og hvørs mans hond móti honum; og hann skal liggja í stríði við allar brøður sínar.? So gav hon HARRANUM, ið talað hevði við hana, hetta navnið: ?Tú ert Gud, sum sær!? tí hon segði: ?Er tað tó so, at eg havi fingið at síggja Hann, sum sær meg!? Tí varð hesin brunnur kallaður Be'er-Lahai-Ro'i;* hann er millum Kades og Bered. *Brunnur hins livandi, sum sær meg. Hagar átti Ábrami son, og Ábram gav syninum, ið Hagar átti honum, navnið Ísmael. Ábram var ár, táið Hagar átti honum Ísmael. KAPITUL Sáttmáli Guds við Ábraham, Umskeringin, Lyfti um Ísak, Ábraham og allir í húsi hansara umskornir, Táið Ábram var ár, opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: ?Eg eri Gud hin Alvaldi, liv fyri ásjón Míni og ver ólastandi! Eg geri sáttmála millum Meg og teg, og Eg skal lata avkom títt nørast ómetaliga.? Mós. Tá fall Ábram á andlit sítt. Og Gud talaði við hann og segði: ?Eg geri sáttmála við teg, og tú skalt verða faðir at nógvum fólkasløgum. Tú skalt tí ikki longur eita Ábram; nei, Ábraham skal vera navn títt; tí Eg geri teg til faðir at nógvum fólkasløgum. Neh. Es. Róm. Eg skal lata teg nørast ómetaliga, so tú verður til fólkasløg; og kongar skulu koma av tær. Mín sáttmála geri Eg millum Meg og teg og avkom títt eftir teg, mann eftir mann, ævigan sáttmála, at Eg skal vera Gud tín og Gud avkoms tíns eftir teg. Og Eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg landið, ið tú býrt í sum fremmandur, alt Kána'ansland, til æviga ogn, og Eg skal vera Gud teirra.? Mós. Síðani segði Gud við Ábraham: ?Tú skalt eisini halda sáttmála Mín, tú og avkom títt eftir teg, mann eftir mann. Hetta er sáttmálin millum Meg og tykkum og avkom títt eftir teg, sum tit skulu halda: Alt mannkyn hjá tykkum skal verða umskorið. Mós. Áp. Róm. Tit skulu umskera yvirhúð tykkara, og tað skal vera sáttmálatekinið millum Meg og tykkum. Átta dagar gamalt skal hvørt dreingjabarn hjá tykkum verða umskorið, mann eftir mann, bæði tann, ið føddur er heima, og tann, ið er keyptur fyri pening frá onkrum fremmandum fólki og ikki er av avkomi tínum. Umskerast skulu bæði tann, ið føddur er í húsi tínum, og tann, ið keyptur er fyri pening tín. Soleiðis skal sáttmáli Mín vera á holdi tykkara ævigur sáttmáli. Men ein óumskorin av mannkyni, ein, hvørs yvirhúð ikki er umskorin, hann skal verða týndur úr fólki sínum; hann hevur brotið sáttmála Mín!? Framvegis segði Gud við Ábraham: ?Sárai, konu tína, skalt tú ikki longur kalla Sárai Sára skal vera navn hennara. Eg skal signa hana, og Eg skal eisini geva tær son við henni; ja, Eg skal signa hana, og hon skal verða til fólkasløg kongar yvir fólkasløgum skulu koma av henni!? Tá fall Ábraham á andlit sítt og læði, og hann segði í hjarta sínum: ?Skal ein hundraðára gamal fáa børn! Og skal Sára, sum er ár, eiga!? Mós. Luk. Ábraham segði tí við Gud: ?Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!? Men Gud segði: ?Nei! Sára, kona tín, skal eiga tær son, og hann skalt tú kalla Ísak; við hann skal Eg gera sáttmála Mín ævigan sáttmála, sum skal galda fyri avkom hansara eftir hann. Mós. Og viðvíkjandi Ísmael, so havi eg bønhoyrt teg Eg skal signa hann og lata hann nørast og geva honum eitt ómetaligt avkom: tólv høvdingar skal hann fáa til synir, og Eg skal gera hann til eitt stórt fólk. Mós. Men sáttmála Mín geri Eg við Ísak, sum Sára skal eiga tær um hesa tíðina næsta ár.? Mós. Róm. Táið Gud nú var liðugur at tala við Ábraham, fór Hann upp frá honum. Sama dag tók Ábraham Ísmael, son sín, og allar teir, ið vóru føddir í húsi hansara, og allar teir, ið vóru keyptir fyri pening hansara alt mannkyn av fólkinum í húsi Ábrahams og umskar yvirhúð teirra, soleiðis sum Gud hevði sagt við hann. Ábraham var ár, táið yvirhúð hansara varð umskorin. Ísmael, sonur hansara, var ár, táið yvirhúð hansara varð umskorin. Henda sama dagin vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir. Og allir menn í húsi hansara, bæði teir, ið føddir vóru heima, og teir, ið keyptir vóru fyri pening frá fremmandum fólkum, vórðu umskornir við honum. KAPITUL Harrin vitjar Ábraham, Lovar honum son, Boðar, at Sodoma og Gomorra verða lagdir í oyði, Ábraham biður fyri teimum, Síðani opinberaði HARRIN Seg fyri honum í eikilundini hjá Mamre, einaferð hann sat í tjalddurunum tað heitasta av deginum. Táið hann hugdi upp, fekk hann at síggja tríggjar menn, ið stóðu framman fyri honum. Við tað sama sum hann varð varur við teir, leyp hann ímóti teimum frá tjalddurunum, boygdi seg til jarðar og segði: ?Harri, havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so far ikki um tænara tín! Hebr. Lat okkum fara eftir einum sindri av vatni, so tit fáa vaskað tykkum um føturnar, og hvílið tykkum undir trænum! So skal eg fara eftir einum breyðbita, so tit kunnu styrkja tykkum, áðrenn tit fara longur við tað at tit nú komu framvið her hjá tænara tykkara!? Teir svaraðu: ?Ger, sum tú sigur!? Ábraham fór nú skundisliga inn í tjaldið til Sáru og segði: ?Ver skjót, tak trý mál av fínum mjøli, knoða tað og baka køkur!? Sjálvur leyp hann út til neytini, tók ein góðan, ungan kálv og fekk dronginum hann, og drongurin skundaði sær at gera hann til. So tók hann róma og søta mjólk og kálvin, ið hann hevði latið gera til, og setti tað fyri teir; og hann stóð hjá teimum undir trænum, meðan teir ótu. Teir søgdu tá við hann: ?Hvar er Sára, kona tín?? Hann svaraði: ?Inni í tjaldinum.? Tá segði Hann: ?Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára, kona tín, ein son.? Hetta hoyrdi Sára í tjalddurunum aftan fyri Hann. V. Mós. Róm. Og við tað at Ábraham og Sára vóru gomul og væl við aldur, og Sára ikki longur hevði tað, sum kvinnur eru vanar, so læði Sára fyri seg sjálva og hugsaði: ?Skuldi eg havt hug, nú eg eri vorðin gomul! Og harri mín er gamal!? Mós. Pæt. Tá segði HARRIN við Ábraham: ?Hví lær Sára og hugsar: ?Man tað fara at verða, at eg fái børn, nú eg eri gomul!? Er tá nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!? Jer. Luk. Men Sára vildi ikki vera við tað og segði: ?Eg læði ikki!? tí hon óttaðist. Men Hann segði: ?Jú, tú læði!? So reistust menninir og fóru haðani, og teir tóku leiðina til Sodoma; og Ábraham fór við teimum at fylgja teimum á leið. Men HARRIN segði: ?Skuldi Eg dult fyri Ábrahami tað, ið Eg ætli at gera! Ábraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á jørðini skulu verða signað í honum! Mós. Tí Eg havi útvalt hann, fyri at hann skal geva børnum sínum og húsi sínum eftir seg boð um at akta eftir vegi HARRANS og gera rætt og rættvísi, so HARRIN kann lata Ábraham fáa alt tað, ið Hann hevur lovað honum.? Mós. HARRIN segði nú: ?Rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár. Mós. Ez. Mós. Mós. Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki Eg vil hava tað at vita!? So fóru menninir haðani og fóru til Sodoma, men Ábraham varð standandi framman fyri HARRANUM. Tá fór Ábraham nærri og segði: ?Fert Tú tá at forkoma rættvísum saman við gudleysum? Kanska rættvís eru í býnum! Forkemur Tú tá teimum sparir Tú ikki staðin, við tað at hesi rættvísu eru í honum? Tað veri langt frá Tær at gera slíkt at drepa tann rættvísa saman við tí gudleysa, so tann rættvísi fær sama lut sum tann gudleysi tað veri langt frá Tær! Hann, sum dømir alla jørðina, skuldi Hann ikki gjørt rætt!? Sálm. Róm. Jóh. Áp. Mós. HARRIN svaraði: ?Finni Eg í staðnum Sodoma rættvís, so skal Eg spara allan býin fyri teirra skuld.? Jer. Men Ábraham tók aftur til orða: ?Eg havi vágað mær at tala til Harran, tóat eg eri einki uttan dust og øska kanska vanta í tey rættvísu oyðir Tú tá allan býin fyri hesi ?? Hann svaraði: ?Eg skal ikki oyða býin, finni Eg í honum.? Men hann helt fram at tosa og segði við Hann: ?Kanska har eru !? Hann svaraði: ?Eru so skal Eg ikki gera tað.? Men hann segði: ?Harri, verð ikki illur, um eg tali! Kanska har eru !? Hann svaraði: ?Eg skal ikki gera tað, finni Eg í honum.? Men hann segði: ?Eg havi vágað mær at tala til Harran kanska har eru !? Hann svaraði: ?Eru so skal Eg ikki oyða hann.? Tá segði hann: ?Harri, verð ikki illur, um eg tali bert hesa einu ferðina enn! Kanska har eru !? Hann svaraði: ?Eru so skal Eg ikki oyða hann.? So fór HARRIN avstað, táið Hann var liðugur at tala við Ábraham, og Ábraham fór heimaftur til sín sjálvs. KAPITUL Einglarnir koma til Sodoma, Lot bjargaður, Sodoma og Gomorra lagdir í oyði. Kona Lot, Døtur Lot, Teir báðir einglarnir komu nú um kvøldið til Sodoma. Lot sat í portrinum í Sodoma, og táið hann sá teir, reistist hann og fór ímóti teimum, boygdi seg til jarðar og segði: ?Harrar mínir! Komið inn hjá tænara tykkara og gistið her í nátt, og vaskið tykkum um føturnar! So kunnu tit í morgin ári halda fram leið tykkara.? Men teir svaraðu: ?Nei, vit ætla at verða á vegnum í nátt!? Tá noyddi hann teir mikið, og teir fóru tá inn hjá honum at gista; hann gjørdi teimum eina máltíð til og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu. Men áðrenn teir vóru lagstir, tyrptist býfólkið menninir í Sodoma saman um húsið, bæði ungir og gamlir, alt fólkið, hvør ein. Teir róptu á Lot og søgdu við hann: ?Hvar eru hasir menninir, ið komnir eru til tín í nátt? Kom út higar við teimum, so vit kunnu fáa vilja okkara við teimum!? Dóm. o.l.; Es. Róm. Tá fór Lot út í dyrnar til teirra, læsti hurðina eftir sær og segði: ?Gerið tó einki ilt, brøður mínir! Dóm. Eg havi tvær døtur, sum ikki vita av manni; eg skal koma við teimum út til tykkara; so kunnu tit gera við tær tað, ið tit hava hug til. Gerið bert ikki hesum monnum nakað, við tað at teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!? Men teir svaraðu: ?Av vegnum!? Og so søgdu teir: ?Her er hesin eini maðurin komin at búgva sum fremmandur, og so skal hann altíð spæla dómari! Nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!? Og teir gingu hart á mannin, Lot, og trongdu seg fram at durunum, at bróta tær upp. Pæt. Mós. Tá rættu menninir út hondina, tóku Lot inn í húsið til sín og læstu dyrnar. Og fólkið, sum stóð uttan fyri dyrnar á húsinum, slógu teir við blindleika, bæði smáar og stórar, so teir funnu ikki dyrnar, hvussu teir so leitaðu. Kong. So søgdu menninir við Lot: ?Hevur tú annars nakran her, dótturmann, synir ella døtur, ella nakran, ið hoyrir tær til, í staðnum, so fá tey burtur av hesum plássi! Tí vit fara nú at oyða hetta pláss; rópið um tey er vorðið so stórt fyri HARRANUM, at HARRIN hevur sent okkum at oyða tey.? Mós. Ez. Lot fór tá út og tosaði við dótturmenn sínar, teir, ið skuldu giftast við døtrum hansara, og segði: ?Reisist, farið av hesum plássi! Tí HARRIN fer at oyða býin!? Men dótturmenn hansara hildu hann narrast. Táið nú fór at lýsa av degi, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: ?Reis teg, tak við tær konu tína og døtur tínar báðar, sum eru her, so tú ikki gongur til grundar gjøgnum alt tað illa, ið gjørt er her í býnum!? Pæt. o.l. Og táið hann drálaði, tóku menninir hann og konu hansara og báðar døtur hansara og leiddu tey tí HARRIN vildi spara hann; teir fóru avstað við honum og sleptu honum ikki, fyrrenn tey vóru komin út úr býnum. Meðan teir leiddu tey út, segði annar: ?Flýggja fyri lívinum, hygg ikki aftur um teg og steðga ikki á øllum slættanum! Flýggja til fjals, fyri at tú skalt ikki ganga til grundar!? Matt. Men Lot svaraði teimum: ?Á nei, harri! Tænari tín hevur jú funnið náði fyri eygum tínum, og stór er tann miskunn, ið tú hevur víst mær við at bjarga lívi mínum! Men eg eri ikki mentur at flýggja í fjøllini! Eg óttist fyri, at vanlukkan fær meg aftur, so eg lati lív! Hygg, hasin býurin er so nær, hagar er lætt at flýggja, og hann er lítil, lat meg flýggja hagar er hann ikki lítil! So kann eg bjarga lívinum!? Tá segði hann við hann: ?Gott, eg skal eisini gera tær til vildar í hesum, eg skal ikki oyða handa býin, ið tú tosar um! Men bjarga tær hagar, og tað skjótt! Tí eg fái einki gjørt, fyrrenn tú ert komin hagar!? Tí fekk tann býurin navnið Zoar.* *Tað, sum er lítið. V. Mós. Sólin var undankomin í landinum, táið Lot kom til Zoar. Og tá læt HARRIN regna svávul og eld yvir Sodoma og Gomorra frá HARRANUM, av himli. Mós. Sálm. Es. Jer. Ez. Am. Luk. Pæt. Jud. Hann oyddi hesar býir og allan slættan og øll, ið búðu í býunum, og tað, ið á markini vaks. Men kona Lot, sum aftan fyri hann gekk, hon hugdi aftur um seg og varð ein saltstólpi. Luk. Tíðliga um morgunin fór Ábraham til plássið, har sum hann hevði staðið fyri ásjón HARRANS. Mós. Og táið hann hugdi út yvir Sodoma og Gomorra og alt slættlendið, sá hann roykin stíga upp av landinum sum roykin úr einum smeltiovni. Soleiðis gekk nú til, at táið Gud oyddi býirnar á slættanum, tá mintist Hann Ábraham og førdi Lot út úr oyðingini, sum Hann læt koma yvir býirnar, ið Lot búði í. Pæt. Lot fór nú úr Zoar niðan í fjøllini og varð búgvandi har við báðum døtrum sínum; tí hann tordi ikki at verða verandi í Zoar; hann búði í einum helli, hann og báðar døtur hansara. Tann eldra segði tá við ta yngru: ?Pápi er gamal, og her er eingin maður í landinum, sum kann koma inn til okkara, sum siður er í allari verðini. Kom, lat okkum geva pápa vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!? Mós. So góvu tær faðir sínum vín at drekka ta náttina, og tann eldra fór inn og legði seg hjá faðir sínum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur. Dagin eftir segði tann eldra við ta yngru: ?Í nátt lá eg hjá pápa; lat okkum eisini í nátt geva honum vín at drekka, og far tú so inn og legg teg hjá honum so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!? So góvu tær uppaftur ta náttina faðir sínum vín at drekka, og tann yngra fór og legði seg hjá honum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur. So vórðu tá báðar døtur Lot við barn við faðir sínum. Tann eldra átti ein son, sum hon gav navnið Móab; hann er ættarfaðir at Móabitum, sum eru til enn í dag. Mós. Mós. Tann yngra átti eisini ein son, og hon gav honum navnið Ben-Ammi; hann er ættarfaðir at Ammonitum, sum eisini eru til enn í dag. KAPITUL Ábraham og Sára í Gerar. Ábraham fór nú haðani til Suðurlandið og búði millum Kades og Sur; eina tíð búði hann sum fremmandur í Gerar. Mós. Við tað at Ábraham nú segði um Sáru, konu sína, at hon var systir hansara, sendi Abimelek, kongurin í Gerar, boð og læt Sáru føra til sín. Mós. Tá kom Gud til Abimelek í dreymi um náttina og segði við hann: ?Tú skalt doyggja, aftur fyri at tú hevur tikið hasa kvinnuna, tí hon er gift kona!? Mós. Men Abimelek var ikki komin henni nær, og hann segði: ?Harri, ætlar Tú eisini at drepa rættvís fólk! Mós. Hevur hann ikki sjálvur sagt fyri mær, at hon er systir hansara! Og hon hevur eisini sjálv sagt, at hann er bróðir hennara! Við sakleysum hjarta og reinum hondum havi eg gjørt hetta.? Gud segði við hann í dreyminum: ?Eg veit, at tú hevur gjørt hetta við sakleysum hjarta, og Eg havi eisini sjálvur forðað tær at synda móti Mær; tí havi Eg ikki loyvt tær at nema hana. Sám. Mós. Men lat nú mannin fáa konu sína aftur! Tí hann er profetur, og hann skal biðja fyri tær, so tú kanst sleppa at liva. Men letur tú hana ikki aftur, so skalt tú vita, at tú skalt vissuliga doyggja, tú og øll tíni!? Sálm. Job Tíðliga morgunin eftir sendi Abimelek tá boð eftir øllum tænarum sínum og segði teimum alt hetta; og stór ræðsla kom á menninar. Men so sendi Abimelek boð eftir Ábrahami og segði við hann: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti okkum! Hvat havi eg forbrotið meg ímóti tær, síðani tú hevur ført so stóra synd yvir meg og ríki mítt! Tú hevur borið teg soleiðis at ímóti mær, sum ikki eigur at verða gjørt!? Og Abimelek segði við Ábraham: ?Hvat fekk teg at gera hetta?? Ábraham svaraði: ?Eg hugsaði: Her man eingin gudsótti vera á hesum plássi; teir fara vist at drepa meg fyri at fáa konu mína! Mós. Sálm. Hon er eisini av sonnum systir mín, dóttir pápa, men ikki dóttir mammu, og hon varð kona mín. Og táið Gud nú læt meg fara at flakka um fjart frá húsi faðirs míns, segði eg við hana: ?Hesa góðsku mást tú vísa mær, at tú, allastaðni ið vit koma, sigur um meg, at eg eri bróðir tín!?? Abimelek tók nú smáfæ og neyt, trælir og trælkvinnur, og gav Ábrahami og læt hann eisini fáa Sáru, konu sína, aftur. Mós. Og Abimelek segði við hann: ?Land mítt liggur tær opið; búgv, har sum tú sjálvur vilt!? Við Sáru segði hann: ?Eg havi givið bróður tínum seklar av silvuri; tað skal vera tær uppreising fyri eygunum á øllum, sum saman við tær eru; so hevur tú fyri øllum fingið uppreising.? Ábraham bað nú til Gud, og Gud grøddi Abimelek og konu hansara og trælkvinnur hansara, so tær aftur fingu børn. Tí HARRIN hevði so heilt stongt hvørt móðurlív í húsi Abimeleks, tí hann hevði tikið Sáru, konu Ábraham. KAPITUL Ísakur føddur, Hagar og Ísmael rikin burtur, Ábraham ger sáttmála við Abimelek, HARRIN vitjaði Sáru, sum Hann hevði lovað; HARRIN gjørdi við Sáru, sum Hann hevði sagt. Mós. Hebr. Mós. Sára varð við barn og átti Ábrahami son á elliárum hansara, ta tíðina sum Gud hevði sagt honum. Ábraham gav syninum, ið hann hevði fingið, navnið Ísakur, honum, ið Sára hevði átt honum. Mós. Ábraham umskar Ísak, son sín, táið hann var átta dagar gamal, soleiðis sum Gud hevði álagt honum. Mós. Áp. Mós. Ábraham var ár, táið hann fekk sonin Ísak. Mós. Tá segði Sára: ?Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!? Mós. Og hon segði: ?Hvør skuldi sagt Ábrahami, at Sára hevði børn á brósti! So sanniliga havi eg átt honum son á elliárum hansara!? Drongurin vaks nú upp og varð lagdur av brósti; og Ábraham gjørdi gestaboð, tann dagin ið Ísakur varð lagdur av brósti. Men Sára sá, at sonur Hagar, ta egyptisku trælkvinnuna, hann, ið hon hevði átt Ábrahami, hann spottaði. Gal. Tá segði hon við Ábraham: ?Rek hesa trælkvinnu og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!? Gal. Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt fyri sonar hansara skuld. Men Gud segði við Ábraham: ?Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær. Mós. Róm. Hebr. Men eisini son trælkvinnuna skal Eg gera til eitt fólk hann er jú avkom títt!? Mós. Tíðliga morgunin eftir tók Ábraham tá breyð og skinnsekk við vatni og fekk Hagar tað at bera millum herðarnar; hann gav henni eisini drongin og læt hana síðani fara. Sum hon nú gekk, viltist hon í oyðimørkini Be'erseba, V. og vatnið í sekkinum varð uppi; tá legði hon drongin undir ein runn og fór og setti seg nakað burturfrá, okkurt um eitt bogaskot; tí hon hugsaði: ?Eg orki ikki at síggja drongin doyggja!? Har sat hon nakað burtur frá, og hon skar í at gráta. Men Gud hoyrdi málið í dronginum, og eingil Guds rópti á Hagar av himli og segði við hana: ?Hvat bagir tær, Hagar? Óttast ikki, Gud hevur hoyrt málið í dronginum, har sum hann liggur! Mós. Reis teg, hjálp dronginum á føtur og leið hann! Eg skal gera hann til stórt fólk.? V. Gud læt nú eygu hennara upp, so at hon rakti við brunn við vatni; tá fór hon og fylti sekkin við vatni og gav dronginum at drekka. Gud var við dronginum; hann vaks upp og búði í oyðimørkini og varð bogamaður. Hann búði í Paransoyðimørk, og mamma hansara tók honum konu úr Egyptalandi. Um hesa tíðina komu Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: ?Gud er við tær í øllum, sum tú gert. Mós. o. Svør mær tá nú her um Gud, at tú skalt ikki vera trúleysur móti mær ella børnum og eftirkomarum mínum, men at tú skalt vísa somu góðsku móti mær og móti landinum, ið tú býrt í sum fremmandur, sum eg havi víst móti tær!? Ábraham svaraði: ?Ja, eg skal svørja!? Tó átalaði Ábraham Abimelek fyri ein brunn, ið trælirnir hjá Abimeleki høvdu rænt frá honum. Mós. Men Abimelek svaraði: ?Eg veit einki um, hvør ið hetta hevur gjørt; sjálvur hevur tú einki sagt mær, og eg havi einki hoyrt um tað fyrrenn í dag.? Tá tók Ábraham smáfæ og neyt og gav Abimeleki, og teir gjørdu sáttmála sínámillum. Men sjey lomb úr gonguni læt Ábraham standa fyri seg sjálv; og táið Abimelek spurdi hann: ?Hvat hava hesi sjey lombini at týða, sum tú hevur sett har fyri seg sjálv?? so svaraði hann: ?Hasi sjey lombini skalt tú taka av hond míni sum vitnisburð um, at tað eri eg, ið havi grivið henda brunn.? Tí varð hetta staðið kallað Be'erseba;* tí har gjørdu teir báðir eið. *Eiðbrunnur. So gjørdu teir nú sáttmála í Be'erseba. Síðani fóru Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, avstað aftur og fóru aftur til Filistaraland. Ábraham plantaði í Be'erseba ein tamarisk og ákallaði har navn HARRANS hins æviga Guds. Og Ábraham búði langa tíð í Filistaralandi sum fremmandur. KAPITUL Offur Ábrahams, Synir Nakor, Nakað eftir hetta royndi Gud Ábraham. Hann segði við hann: ?Ábraham!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Hebr. Tá segði Hann: ?Tak son tín, Ísak, tín einasta, hann, ið tú elskar, far til Morialand og ofra hann har sum brennioffur á einum av fjøllunum, sum Eg skal vísa tær!? Tíðliga morgunin eftir saðlaði tá Ábraham esil sítt, tók tveir av dreingjum sínum og son sín Ísak við sær, høgdi við til brenniofrið og fór so avstað, hagar sum Gud hevði sagt við hann. Táið Ábraham triðja dagin hugdi rundan um seg, sá hann staðið langt burtur. Tá segði Ábraham við dreingir sínar: ?Steðgið tit her við eslinum! Eg og drongurin fara hagar yvir at tilbiðja og koma so aftur til tykkara.? Hebr. Ábraham tók so viðin til brenniofrið og læt son sín Ísak bera hann; sjálvur tók hann eldin og offurknívin, og so fylgdust teir báðir. Tá segði Ísakur við Ábraham, faðir sín: ?Pápi!? Hann svaraði: ?Ja, sonur mín!? Hann segði: ?Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?? Ábraham svaraði: ?Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!? So fylgdust teir báðir. Jóh. Mós. Mós. Táið teir nú komu til staðið, sum Gud hevði sagt við hann, reisti Ábraham har altar og legði viðin á tað; síðani bant hann Ísak, son sín, og legði hann á altarið, oman á viðin. Og Ábraham rætti út hondina, og tók knívin at drepa son sín. Hebr. Ják. Tá rópti eingil HARRANS av himli á hann: ?Ábraham, Ábraham!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Eingilin segði: ?Legg ikki hond á drongin, ger honum einki! Nú veit Eg, at tú óttast Gud tú hevur ikki spart einasta son tín fyri Meg!? Róm. Táið Ábraham nú hugdi upp, sá hann aftan fyri seg veðr, sum var komin fastur við hornunum í nakrar tættar greinar, og Ábraham fór og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í staðin fyri son sín. Ábraham gav hesum staðnum navnið ?HARRIN sær?; nú á døgum eitur tað ?Fjallið, har sum HARRIN letur Seg síggja?. Eingil HARRANS rópti nú uppaftur av himli á Ábraham: ?Eg svørji um Meg sjálvan, sigur HARRIN, at aftur fyri at tú gjørdi hetta og spardi ikki einasta son tín, Luk. Hebr. Mós. so skal Eg stórliga signa teg og gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og sum sandin á sjóvarstrond; avkom títt skal koma at eiga portrini hjá fíggindum sínum; Mós. og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!? Mós. Áp. Gal. So fór Ábraham aftur til dreingir sínar, og teir fóru avstað haðani og fylgdust aftur til Be'erseba. Og Ábraham varð búgvandi í Be'erseba. Nakað eftir hetta vórðu hesi tíðindi borin Ábrahami: ?Nakor, bróðir tín, og Milka hava eisini fingið synir: Mós. Uz sum er hin frumborni hansara og Buz, bróðir hansara, Kemuel, faðir Áram, Kesed, Hazo, Pildas, Jidlaf og Betuel.? Betuel var faðir Rebekku. Hesar fekk Nakor, bróðir Ábraham, við Milku. Mós. Eisini hjákona hansara, sum æt Re'uma, fekk børn: Teba, Gaham, Tahas og Ma'aku. KAPITUL Sára doyr, Ábraham keypir Makpelahelli, Sára varð ár; so gomul varð Sára. Sára doyði í Kirjat-Arba, tað er Hebron, í Kána'anslandi, og Ábraham fór og helt syrgihøgtíð fyri Sáru og græt um hana. Mós. Síðani reistist Ábraham og fór frá síni deyðu; og hann segði soleiðis við Hetitar: ?Eg eri fremmandur og útlendingur hjá tykkum; men latið meg fáa eitt gravstað at eiga hjá tykkum, so eg fái borið mína deyðu burtur og jarðað hana.? Krøn. Hebr. Áp. Tá svaraðu Hetitar Ábrahami: ?Hoyr okkum, harri! Tú ert jú ein høvdingi Guds millum okkara; jarða tú tína deyðu í bestu grøv okkara! Ikki ein av okkum sýtir tær grøv sína at jarða tína deyðu í!? Men Ábraham reistist og boygdi seg fyri Hetitum, monnunum har á staðnum, og segði við teir: ?Er tað so, at tit samtykkja í, at eg beri mína deyðu burtur og jarði hana, so gerið so væl og leggið eitt gott orð inn fyri meg hjá Efroni, syni Zohar, at hann letur meg fáa Makpelahelli, sum hann eigur, og sum er ytst í mark hansara hann skal selja mær tað fyri fult virði, meðan tit eru til steðar, til gravstað at eiga.? Mós. Efron sat har millum Hetitar. Efron, Hetiturin, svaraði Ábrahami, so Hetitar hoyrdu, allir teir, ið hoyrdu heima í býi hansara: ?Nei, harri! Hoyr meg: Eg gevi tær markina; og hellið, sum í henni er, gevi eg tær við; fyri eygunum á landsmonnum mínum gevi eg tær hana jarða tú tína deyðu!? Tá boygdi Ábraham seg fyri fólkinum har á staðnum og segði við Efron, so menninir har á staðnum hoyrdu: ?Hevði tú bert viljað lurtað eftir mær: Eg lati teg fáa tað, ið markin er verd tak tað tó frá mær og lat meg jarða mína deyðu har!? Tá svaraði Efron Ábrahami: ?Harri, hoyr meg: Jørð fyri seklar av silvuri, hvat er tað okkara millum! Jarða tú tína deyðu!? Ábraham skilti Efron; hann vigaði honum silvurið, ið hann hevði nevnt, meðan Hetitar hoyrdu, seklar av silvuri, sum gingu í handli. Soleiðis varð mark Efrons í Makpela, beint yvir av Mamre, bæði markin og hellið, sum í henni var, og øll trøini, sum á markini vóru, so langt sum hon rakk allar vegir tað var givið Ábrahami í ogn, meðan Hetitar vóru hjástaddir, allir teir, ið hoyrdu heima í býi hansara. Mós. Áp. Síðani jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum Makpelamark, beint yvir av Mamre, tað er Hebron, í Kána'anslandi. Mós. Markin og hellið í henni varð soleiðis av Hetitum givið Ábrahami í ogn sum gravstað. KAPITUL Ísakur fær Rebekku til konu. Ábraham var nú gamal og hevði mong ár á baki; og HARRIN hevði signað Ábraham á allan hátt. Tá segði Ábraham við tænara sín, hann, ið var tann elsti í húsi hansara og stóð fyri øllum, ið hann átti: ?Legg hond tína undir lend mína, Mós. so skal eg lata teg svørja um HARRAN, Gud yvir himli og jørð, at tú skalt ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána'anita, sum eg búgvi ímillum! Mós. o.l. Nei, tú skalt fara til mítt egna land og til ætt mína og taka Ísaki, syni mínum, konu haðani!? Tænarin segði við hann. ?Men vil kvinnan nú ikki koma við mær higar til hetta landið skal eg so fara við syni tínum aftur í landið, sum tú fórt úr?? Ábraham svaraði: ?Varða teg fyri at fáa son mín at fara aftur hagar! HARRIN Gud Himmalsins, sum førdi meg burtur frá húsi faðirs míns og føðilandi mínum, Hann, sum talaði við meg og svór mær og segði: ?Avkomi tínum gevi Eg hetta land? Hann skal senda eingil Sín undan tær, so tú kanst taka syni mínum konu haðani. Mós. Mós. Men vil kvinnan ikki koma við tær, so ert tú leysur frá hesum eiði til mín; tú mást bert ikki fáa son mín at fara aftur hagar!? Tá legði tænarin hond sína undir lend Ábrahams, harra síns, og lovaði honum hetta við eiði. Síðani tók tænarin av kamelum harra síns og fór avstað; og við sær hevði hann alskyns dýrabarar gávur frá harra sínum; hann helt avstað og tók leiðina til Áram-Naharajim, til bý Nakors. Mós. Mós. Har læt hann kamelarnar leggja seg uttan fyri býin, við brunnin; tað leið móti kvøldi, og kvinnurnar plagdu um hesa tíðina at koma út eftir vatni. Sám. Hann segði nú: ?HARRI, Gud Ábrahams, harra míns! Lat tað eydnast mær í dag, og ger miskunn móti harra mínum, Ábrahami! Eg standi nú her við kelduna, og døturnar hjá monnunum í býnum koma út eftir vatni. Lat tað nú ganga so, at tann genta, ið eg sigi so við: ?Hell á krukku tína, so eg fái drukkið!? og sum tá svarar: ?Drekk bert, og eg skal eisini brynna kamelum tínum!? at hon er tann, ið Tú hevur ætlað tænara Tínum Ísaki! Av hesum kann eg so síggja, at Tú hevur gjørt miskunn móti harra mínum.? Dóm. Kong. Hann var ikki liðugur at biðja, tá kom Rebekka, dóttir Betuel, son Milku og Nakor, bróður Ábraham hon kom gangandi við krukkuni á økslini. Es. Mós. Hon var ógvuliga vøkur genta, moyggj, sum eingin maður var komin nær. Hon fór oman at kelduni, fylti krukku sína og kom so niðan aftur. Tá skundaði tænarin sær ímóti henni og segði: ?Gev mær eitt sindur av vatni at drekka úr krukku tíni!? Hon svaraði: ?Drekk, harri!? og tók við tað sama krukkuna niður á hond sína og læt hann fáa at drekka. Táið hon hevði givið honum at drekka, so mikið sum hann vildi, segði hon: ?Eg skal eisini fara eftir vatni til kamelar tínar, so nógvum, sum teir vilja hava.? So skundaði hon sær at stoyta krukkuna í trogið og leyp so aftur til brunnin eftir vatni, og soleiðis gav hon øllum kamelum hansara at drekka. Maðurin hugdi at henni og undraðist; men hann segði einki fyri at fáa at vita, um HARRIN hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki. Táið so kamelarnir vóru lidnir at drekka, kom hann við einum nasaringi av gulli ein hálvan sekul vigaði hann og tvey gullarmbond, sum vigaðu seklar, legði hann um armar hennara. So spurdi hann hana: ?Hvørs dóttir ert tú? Sig mær tað! Er rúm heima hjá faðir tínum til okkara at gista í nátt?? Hon svaraði: ?Eg eri dóttir Betuel, son Nakor og Milku.? Mós. Og so segði hon: ?Tað trýtur hvørki hálmur ella fóður hjá okkum, og har er eisini rúm at gista!? Tá boygdi maðurin seg niður og tilbað HARRAN og segði: ?Lovaður veri HARRIN, Gud Ábrahams, harra míns, sum ikki hevur tikið miskunn og trúfesti Sína frá harra mínum! HARRIN hevur ført meg beina leiðina til húsið hjá skyldfólki harra míns!? Gentan leyp nú heimaftur til mammu sína og segði frá øllum hesum. Men Rebekka átti ein bróður, ið æt Laban; hann leyp út til mannin har úti við kelduna. Táið hann sá nasaringin og armbondini, ið systir hansara hevði, og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá tí, ið maðurin hevði sagt við hana, so fór hann út til mannin, sum stóð hjá kamelunum við kelduna. Og hann segði: ?Kom inn, tú signaði HARRANS! Hví stendur tú herúti! Eg havi gjørt húsið í stand, og har er rúm fyri kamelunum!? Maðurin kom nú til hús og tók av kamelunum; Laban bar hálm og fóður til kamelarnar og kom við vatni til mannin og teir, ið við honum vóru, at vaska sær um føturnar í. Men táið matur varð settur fyri hann, segði hann: ?Eg leski einki, fyrrenn eg havi borið fram ørindi míni!? Laban svaraði: ?Tala!? Tá segði hann: ?Eg eri tænari Ábrahams. HARRIN hevur stórliga signað harra mín, so hann er vorðin ríkur maður; Hann hevur givið honum smáfæ og neyt, silvur og gull, trælir og trælkvinnur, kamelar og esil. Mós. Sára, kona harra míns, hevur átt honum son í aldurdóminum; honum hevur hann givið alt, ið hann eigur. Mós. Mós. Nú hevur harri mín tikið meg í eið og sagt: ?Tú mást ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána'anita, sum eg búgvi í landinum hjá. Nei, tú skalt fara til hús faðirs míns og til ætt mína og taka syni mínum konu haðani!? Tá segði eg við harra mín: ?Men vil kvinnan nú ikki koma við mær ?? Men hann svaraði: ?HARRIN, fyri hvørs ásjón eg havi livað, Hann skal senda eingil Sín við tær og lata ferð tína eydnast, so tú fært syni mínum konu av ætt míni og úr húsi faðirs míns. Mós. Kong. Tá skalt tú vera leysur frá eiðinum til mín, táið tú ert komin til ætt mína vilja tey ikki lata teg fáa hana, so ert tú leysur frá eiðinum til mín.? Táið eg nú í dag kom at kelduni, segði eg: ?HARRI, Gud Ábrahams, harra míns! Hevði Tú tó viljað latið hesa ferð mína eydnast! Eg standi nú her við brunnin; lat tað nú ganga so, at kemur ein ung genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: ?Gev mær eitt sindur av vatni at drekka úr krukku tíni!? og hon tá svarar mær: ?Drekk, og eg skal eisini fara eftir vatni til kamelar tínar!? at hon tá er tann kvinnan, ið HARRIN hevur ætlað syni harra míns!? Eg var ikki liðugur at tala soleiðis fyri meg sjálvan, tá kom Rebekka við krukku síni á økslini, og hon fór oman at kelduni eftir vatni. Og táið eg segði við hana: ?Gev mær at drekka!? so tók hon við tað sama krukku sína niður og segði: ?Drekk bert, og eg skal eisini geva kamelum tínum at drekka!? So drakk eg, og hon brynti eisini kamelunum. Eg spurdi hana tá: ?Hvørs dóttir ert tú?? Hon svaraði: ?Eg eri dóttir Betuel, son Nakor og Milku.? Tá hongdi eg ringin í nøs hennara og legði armbondini um armar hennara. Og eg boygdi meg niður og tilbað HARRAN, og eg lovaði HARRANUM, Gudi Ábrahams, harra míns, sum hevði ført meg ta beinu leiðina, so eg kundi fáa bróðurdóttur harra míns til son hansara. Og nú vilja tit nú vísa harra mínum góðsku og trúskap, so sigið mær tað, og um ikki, so sigið mær tað, so eg kann venda mær annan veg, til høgru ella vinstru.? Mós. Tá svaraðu Laban og Betuel: ?Hetta kemur frá HARRANUM vit kunnu einki siga við teg, hvørki ilt ella gott! Hygg, har stendur Rebekka tak hana og far avstað, og lat son harra tíns fáa hana til konu sum HARRIN hevur sagt!? Táið tænari Ábrahams hoyrdi hesi orð, fall hann til jarðar og tilbað HARRAN. So kom tænarin við stási av silvuri og gulli og við klæðum og gav Rebekku; eisini bróður hennara og móður hennara gav hann dýrar gávur. Síðani ótu og drukku teir, hann og teir, ið við honum vóru, og teir gistu har um náttina. Men táið teir vóru uppi morgunin eftir, segði hann: ?Latið meg nú fara aftur til harra mín!? Tá søgdu bróðir og móðir Rebekku: ?Lat gentuna verða hjá okkum eina tíð, einar dagar ella so tá kanst tú fara!? Men hann svaraði teimum: ?Tarnið meg ikki, táið HARRIN nú hevur latið ferð mína eydnast! Latið meg fara avstað, so eg kann koma heim til harra mín!? Tá søgdu tey: ?Lat okkum rópa gentuna og spyrja hana sjálva!? Tey róptu so Rebekku og søgdu við hana: ?Vilt tú fara við hesum manninum?? Hon svaraði: ?Ja, eg vil!? Tá lótu tey Rebekku, systur sína, fara, hana og daddu hennara og tænara Ábrahams og menn hansara. Mós. Tey signaðu Rebekku og søgdu við hana: ?Systir okkara! Verð ferðir og avkom títt fái portur fígginda sína í ogn!? Mós. Rebekka og gentur hennara gjørdu seg nú lidnar; tær settu seg á kamelarnar og fóru við manninum. Tænarin tók soleiðis Rebekku við sær og fór avstað. Ísakur var júst komin aftur av eini ferð til Be'er-Lahai-Ro'i hann búði í Suðurlandinum. Mós. Hann var ímóti kvøldi farin út á markina at hava eina stilla stund; tá hugdi hann upp og sá nakrar kamelar, ið komu. Táið Rebekka hugdi upp og sá Ísak, ók hon seg niður av kamelinum. Og hon segði við tænaran: ?Hvør er hasin maðurin, ið kemur ímóti okkum á markini?? Tænarin svaraði: ?Hatta er harri mín.? Tá tók hon slørið og fjaldi seg. Tænarin segði nú Ísaki alt tað, ið hann hevði gjørt. So fór Ísakur við Rebekku inn í tjald Sáru, móður sínar; og hann tók hana, hon varð kona hansara, og hann elskaði hana. So varð Ísakur troystaður í sorgini eftir móður sína. Mós. KAPITUL Synir Ábrahams við Keturu, Ábraham doyr, Ætt Ísmaels, Esau og Jákup verða føddir, Esau selur frumburðarrættin, Ábraham tók sær aftur konu; hon æt Ketura. Við henni fekk hann Zimran, Joksan, Medan, Midjan, Jisbak og Sua. Krøn. Joksan fekk synirnar Sjeba og Dedan, og synir Dedan vóru Assuritar, Letusitar og Le'ummitar. Synir Midjan vóru Efa, Efer, Hanok, Abida og Elda'a. Allir hesir vóru synir Keturu. Ísaki gav Ábraham alt tað, ið hann átti. Men sonunum, ið Ábraham átti við hjákonum sínum, teimum gav hann gávur og læt teir, meðan hann enn livdi sjálvur, flyta burtur frá Ísaki, syni sínum, eystureftir, til Eysturlands. Hetta er talið á árunum, ið Ábraham livdi: So gav Ábraham upp andan og doyði í góðari elli, gamal og mettur av døgum, og varð savnaður til fedrar sínar. Mós. Synir hansara Ísakur og Ísmael jarðaðu hann í Makpelahelli á markini, ið Hetiturin Efron, sonur Zohar, hevði átt, beint yvir av Mamre, markini, ið Ábraham hevði keypt frá Hetitum; har vórðu Ábraham og Sára, kona hansara, jarðað. Mós. Eftir at Ábraham var deyður, signaði Gud Ísak, son hansara. Ísakur búði við Be'er-Lahai-Ro'i. Mós. Hetta er ættarbók Ísmaels, sonar Ábrahams, hansara, sum Ábraham fekk við Hagar, tí egyptisku trælkvinnu Sáru. Krøn. o.l. Hetta eru nøvnini á sonum Ísmael, nøvnini, ið teir hava í ættarbók síni: Nebajot, hin frumborni Ísmaels, Kedar, Adbe'el, Mibsam, Misma, Duma, Massa, Hadar, Tema, Jetur, Nafis og Kedma. Hetta vóru synir Ísmael, og hetta vóru nøvn teirra í býum og tjaldbygdum teirra ættarhøvdingar. Mós. Hetta er talið á árunum, Ísmael livdi: So gav hann upp andan og doyði og varð savnaður til fedrar sínar. Teir búðu frá Havila til Sur, sum er beint yvir av Egyptalandi, og fram ímóti Assur. Hann kom í stríð við allar brøður sínar. Mós. Hetta er ættarbók Ísaks, sonar Ábrahams. Ábraham fekk sonin Ísak. Mós. o.l. Ísakur var ár, táið hann giftist við Rebekku, dóttur Áramearan Betuel úr Paddan-Áram, systur Áramearan Laban. Mós. Ísakur bað til HARRAN fyri konu síni, tí hon var ófruktbør; og HARRIN bønhoyrdi hann, Rebekka, kona hansara, varð við barn. Róm. Men fostrini stoyttu saman í lívi hennara; tá segði hon: ?Stendur so til, hví skal eg tá liva?? Og hon fór at spyrja HARRAN. HARRIN svaraði henni: ?Tvey fólkasløg eru í lívi tínum, úr fangi tínum skulu tvey fólk skiljast sundur; annað skal vera sterkari enn annað, tann eldri skal tæna tí yngra.? Mós. Mal. Mós. Róm. Táið nú tíðin var komin, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara. Tann fyrri, ið kom, var reyður og loðin sum ein skinnkappi um allan kroppin; honum góvu tey navnið Esau.* *Hin lodni. So kom bróðir hansara, og hann helt við hond síni um hælin á Esau; honum góvu tey navnið Jákup.* Ísakur var ár, táið teir vórðu føddir. *Hin lodni. Táið dreingirnir nú vuksu upp, varð Esau góður veiðimaður, sum helt seg úti á markini; men Jákup var friðarmaður og búði í tjøldum. Ísakur var betri við Esau, tí honum dámdi væl kjøtið av teimum villu dýrunum; men Rebekka var betri við Jákup. Mós. Einaferð ið Jákup kókaði velling, kom Esau deyðmóður aftur av markini. Tá segði Esau við Jákup: ?Lat meg fáa nakað av hasum reyða, hasum reyða har, tí eg eri um at doyggja av svongd!? Av hesum fekk hann navnið Edom. Men Jákup svaraði: ?Tú mást fyrst selja mær frumburðarrætt tín!? Esau segði: ?Eg eri um at doyggja hvat leggi eg í frumburðarrættin!? Men Jákup svaraði: ?Tú mást fyrst gera eið uppá tað!? Hann gjørdi tá eið uppá tað og seldi soleiðis Jákupi frumburðarrætt sín. So gav Jákup Esau breyð og linsuvelling, og táið hann hevði etið og drukkið, reistist hann og fór avstað. Soleiðis vanvirdi Esau frumburðarrætt sín. KAPITUL Ísakur í Gerar, Filistarar klandrast við hann, Hann fer til Be'erseba, Ger sáttmála við Abimelek, Konur Esau, Hungursneyð kom nú í landinum sum hina ferðina, á døgum Ábrahams; tá fór Ísakur til filistarakongin Abimelek í Gerar. Mós. o.l., o.l. Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: ?Far ikki til Egyptalands, verð verandi í landinum, sum Eg sigi tær! Búgv sum fremmandur her í landinum, so skal Eg vera við tær og signa teg! Tí tær og avkomi tínum gevi Eg øll hesi lond; Eg skal halda eiðin, ið Eg svór Ábrahami, faðir tínum. Mós. Sálm. Mós. o.l. Eg skal gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og geva avkomi tínum øll hesi lond, og í avkomi tínum skulu øll fólk á jørðini verða signað Mós. aftur fyri at Ábraham lurtaði eftir Mær og helt alt tað, ið Eg álegði honum at halda, boð, fyriskipanir og lógir Mínar.? Mós. So varð Ísakur búgvandi í Gerar. Táið nú menninir har á plássinum spurdu hann um konu hansara, segði hann: ?Hatta er systir mín.? Hann tordi ikki at siga, at hon var kona hansara, tí hann óttaðist fyri, at menninir har á plássinum skuldu drepa hann fyri Rebekku skuld; tí hon var ógvuliga vøkur. Orðt. Mós. o.l., o.l. Men táið hann nú hevði verið har nakað leingi, bar so á, at einaferð ið Abimelek, filistarakongurin, hugdi út um vindeygað, sá hann Ísak ynda Rebekku, konu sína. Tá sendi Abimelek boð eftir Ísaki og segði: ?Hon er jú kona tín! Hvussu kundi tú tá siga, at hon var systir tín!? Ísakur svaraði: ?Jú, eg hugsaði, at eg kundi koma at lata lív fyri hennara skuld.? Men Abimelek segði: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti okkum! Hvussu skjótt kundi tað ikki hent, at onkur av fólkinum hevði ligið hjá konu tíni, og tú soleiðis hevði ført skyld yvir okkum!? Mós. So gav Abimelek øllum fólkinum hetta boð: ?Tann, ið nemur henda mann ella konu hansara, skal bøta við lívinum!? Sálm. Ísakur sáaði har í landinum og fekk tað árið fold; tí HARRIN signaði hann. Sálm. Orðt. Matt. Mark. Hann varð soleiðis ein ríkur maður, og ríkidømi hansara vaks og vaks, so hann til endan var ómetaliga ríkur. Hann átti so nógv av smáfæi og neytum og trælum, at Filistarar øvundaðu hann. Allar brunnarnar, ið tænarar faðirs hansara høvdu grivið, meðan Ábraham, faðir hansara, livdi, teir tiptu Filistarar og fyltu teir við mold. Mós. Abimelek segði við Ísak: ?Far hiðani frá okkum, tí tú ert vorðin okkum ov sterkur!? Mós. So fór Ísakur haðani og reisti tjøld síni í Gerardali og varð búgvandi har. Ísakur læt grava upp úr aftur brunnunum, ið grivnir vóru, meðan Ábraham, faðir hansara, livdi, men sum Filistarar høvdu tipt, eftir at Ábraham var deyður, og hann gav teimum somu nøvn, sum faðir hansara hevði givið teimum. Táið nú tænarar Ísaks gróvu í dalinum, komu teir á ein brunn við rennandi vatni. Men hirðarnir í Gerar gjørdu seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: ?Hetta vatnið eiga vit!? Tí gav hann brunninum navnið Esek,* tí har klandraðust teir við hann. *Klandur. So gróvu teir ein annan brunn; men eisini hann klandraðust teir um; hann gav honum tí navnið Sitna.* *Fíggindskapur. Tá flutti hann haðani og læt grava ein brunn enn, og um hann varð einki klandur. Hann gav honum tí navnið Rehobot* og segði: ?Nú hevur HARRIN givið okkum rúm, so vit kunnu vaksa í tali í landinum!? *Vítt rúm. Mós. So fór hann haðani til Be'erseba. Somu nátt opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: ?Eg eri Gud Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí Eg eri við tær, og Eg skal signa teg og lata avkom títt verða nógv í tali fyri Ábrahams, tænara Míns, skuld.? Mós. Mós. Tá reisti Ísakur altar har og ákallaði navn HARRANS; har reisti hann tjald sítt, og tænarar hansara gróvu brunn har. Mós. Abimelek kom nú til hansara úr Gerar, hann og Ahuzzat, vinur hansara, og Pikol, herhøvdingi hansara. Mós. Tá segði Ísakur við teir: ?Hví koma tit til mín, tit, ið hata meg og hava rikið meg burtur frá tykkum?? Dóm. Teir svaraðu: ?Vit síggja skiliga, at HARRIN er við tær; tí siga vit: Tað er best, at vit svørja hvør øðrum eið, vit og tú, og lat okkum gera sáttmála við teg, Mós. at tú einki ilt skalt gera okkum, eins og vit einki mein hava gjørt tær, men bert hava gjørt tær gott og hava latið teg fara í friði. Tú ert nú hin signaði HARRANS!? Mós. So gjørdi hann gestaboð fyri teimum, og teir ótu og drukku. Mós. Tíðliga morgunin eftir gjørdu teir hvør øðrum eið; so læt Ísakur teir fara, og teir fóru frá honum í friði. Mós. Sama dagin komu tænarar Ísaks og søgdu honum frá brunninum, ið teir høvdu grivið, og teir søgdu: ?Vit hava funnið vatn!? Og hann gav honum navnið Siba.* Tí eitur býurin Be'erseba** enn í dag. *Eiður; **Hygg Mós. Táið Esau var ár, tók hann sær til konur Judit, dóttur Hetitin Be'eri, og Basmat, dóttur Hetitin Elon. Mós. Tað var Ísaki og Rebekku ein hjartasorg. KAPITUL Ísakur signar Jákup, Esau ætlar at drepa Jákup, Táið Ísakur var vorðin gamal, og eygu hansara vóru farin, so hann sá einki, rópti hann Esau, eldra son sín, og segði við hann: ?Sonur mín!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Mós. Sám. Tá segði hann: ?Eg eri gamal nú og veit ikki, hvønn dag deyðin kemur. Tak tí nú veiðiamboð tíni, pílahúsan og bogan, og far út á markina og skjót mær okkurt vilt dýr! Mós. Ger mær so ein átiligan rætt til, ein slíkan, sum mær fellur, og ber mær hann inn! So skal eg eta, so at sál mín kann signa teg, áðrenn eg doyggi.? Hebr. Men Rebekka hevði lurtað, meðan Ísakur tosaði við Esau, son sín, og táið Esau var farin út á markina at skjóta eitt vilt dýr at hava heimaftur við sær, segði Rebekka við son sín Jákup: ?Eg hoyrdi pápa tín siga við Esau, beiggja tín: ?Far mær eftir einum villum dýri og ger mær ein átiligan rætt til, so eg kann eta av honum og signa teg fyri ásjón HARRANS, áðrenn eg doyggi!? Lurta nú eftir mær, sonur mín, og ger, sum eg sigi við teg: Far út til fylgið og fá mær tvey góð geitalomb! So geri eg av teimum pápa tínum eina góða máltíð, eina, sum honum fellur. So skalt tú fara inn til pápa tín við henni, so hann kann eta av henni og signa teg, áðrenn hann doyr.? Men Jákup segði við Rebekku, móður sína: ?Esau beiggi er jú loðin, og eg eri snøggur. Fer pápi nú at nerta við meg! So heldur hann, at eg haldi hann fyri spott, og eg føri bann yvir meg og ikki signing!? Tá segði móðir hansara við hann: ?Tað bann taki eg á meg, sonur mín! Lurta nú bert eftir mær og far mær eftir lombunum!? Hann fór tá eftir teimum og kom við teimum til móður sína, og móðir hansara gjørdi ein átiligan rætt til, ein slíkan, sum faðir hansara fall. So tók Rebekka høgtíðarklæðini hjá Esau, eldra syni sínum hon hevði tey hjá sær í húsinum og læt Jákup, yngra son sín, fara í tey. Við skinnunum av geitalombunum klæddi hon hendur hansara og hálsin niðan undir hárið. So fekk hon Jákupi, syni sínum, henda átiliga rættin og breyðið, ið hon hevði gjørt til, og hann fór inn til faðir sín og segði: ?Pápi!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg; hvør ert tú, sonur mín?? Tá segði Jákup við faðir sín: ?Eg eri Esau, frumborni sonur tín; eg havi gjørt, sum tú segði við meg; set teg nú upp undir teg og et av tí villa dýrinum hjá mær, so at sál tín kann signa meg!? Men Ísakur segði við son sín: ?Hvussu bar tað til, at tú fekst nakað so skjótt, sonur mín?? Hann svaraði: ?Jú, HARRIN Gud tín sendi tað ímóti mær!? Men Ísakur segði við Jákup: ?Kom higar, sonur mín, so eg kann nerta við teg og vita, um tú ert sonur mín Esau ella ikki!? Jákup fór nú yvir til Ísak, faðir sín, og táið hann hevði tikið í hann, segði hann: ?Málið er málið í Jákupi, men hendurnar eru hendur Esaus!? Hann kendi hann ikki, tí hendur hansara vóru lodnar sum hendur Esaus, bróður hansara. Hann signaði hann tá. V. Men hann spurdi: ?Er tað nú so, at tú ert sonur mín Esau?? Hann svaraði: ?Ja, eg eri.? Tá segði hann: ?Kom higar til mín við tí og lat meg eta av tí villa dýrinum hjá syni mínum, so sál mín kann signa teg!? Hann setti tað tá fyri hann, og hann át, og hann bar honum vín, og hann drakk. Nú segði Ísakur, faðir hansara, við hann: ?Kom higar og kyss meg, sonur mín!? Táið hann kom til hansara og kysti hann, føldi hann roykin av klæðum hansara. So signaði hann hann og segði: ?Roykurin av syni mínum er sum roykurin av eini mark, ið HARRIN hevur signað! Hos. Hebr. So gevi Gud tær av døgg himmalsins og av fiti jarðarinnar, korn og vín í yvirflóð! Fólk skulu tæna tær, fólkasløg skulu falla tær til fóta! Ver harri yvir brøðrum tínum, synir móður tína skulu falla tær til fóta! Bannaður tann, ið tær bannar, signaður tann, ið teg signar!? Mós. Mós. Táið nú Ísakur var liðugur at signa Jákup, og Jákup júst var farin út frá Ísaki, faðir sínum, tá kom Esau, bróðir hansara, sum hevði verið úti og veitt, aftur til hús. Eisini hann gjørdi eina góða máltíð til og bar hana inn til faðir sín og segði við hann: ?Vil pápi ikki seta seg upp og eta av tí villa dýrinum hjá syni sínum, so at sál tín kann signa meg!? Men Ísakur, faðir hansara segði: ?Hvør ert tú?? Hann svaraði: ?Eg eri Esau, frumborni sonur tín.? Mós. Tá fall ovurhonds ræðsla á Ísak, og hann segði: ?Hvør var tá hann, ið hevði skotið eitt vilt dýr og kom til mín við tí? Eg át av øllum, áðrenn tú komst, og signaði hann og hann skal eisini vera signaður!? Táið Esau hoyrdi hesi orð faðirs síns, skar hann í ógvuligt og beiskt sorgarróp og segði við faðir sín: ?Signa eisini meg, pápi!? Hebr. Men hann segði: ?Beiggi tín kom við svikum og tók signing tína!? Tá segði hann: ?Væl má hann Jákup eita! Nú hevur hann tvær ferðir svikið meg; frumburðarrætt mín tók hann, og nú hevur hann tikið signing mína við!? So segði hann: ?Hevur tú tá onga signing eftir til mín?? Mós. Men Ísakur svaraði Esau: ?Eg havi sett hann til harra yvir tær, og allar brøður hansara havi eg givið honum til tænarar; eg havi givið honum korn og vín í yvirflóð hvat skal eg tá nú gera fyri teg, sonur mín!? Sám. Esau segði við faðir sín: ?Hevur tú tá ikki meir enn hesa einu signingina, pápi? Signa eisini meg, pápi!? Og Esau skar í at gráta. Tá tók Ísakur, faðir hansara, aftur til orða og segði við hann: ?Uttan fiti jarðarinnar skal bústaður tín vera, og uttan døgg himmalsins úr erva! Av svørði tínum skalt tú liva, og bróður tínum skalt tú tæna; men táið tú roynir teg, alt tú ert mentur, skalt tú bróta ok hansara av hálsi tínum!? Men Esau kastaði hatur á Jákup fyri signingina, ið faðir hansara hevði lýst yvir hann, og Esau segði við sær sjálvum: ?Tað verður ikki leingi nú, inntil vit fara at halda sorg eftir pápa, og tá skal eg drepa Jákup beiggja!? Táið nú Rebekka fekk at vita tað, ið Esau, eldri sonur hennara, hevði sagt, sendi hon boð eftir Jákupi, yngra syni sínum, og segði við hann: ?Esau, beiggi tín, ætlar at hevna seg á teg og drepa teg. Lurta tí nú eftir mær, sonur mín: Ger teg til, flýggja til Laban beiggja í Karan, og ver eina tíð hjá honum, inntil beiggi tín blíðkast aftur, inntil vreiði bróður tíns vendist frá tær, og hann gloymir tað, ið tú hevur gjørt honum! Tá skal eg senda boð eftir tær at koma heim aftur. Hví skal eg missa tykkum báðar ein dag!? So segði Rebekka við Ísak: ?Mær leiðist við lívið av hesum døtrum Hets! Tekur nú eisini Jákup sær konu av døtrum Hets, eina sum hesar, eina av døtrunum í landinum, hvat skal eg so liva til!? Mós. KAPITUL Jákup flýggjar til Laban, Esau giftist við eini dóttur Ísmael, Jákup droymir, Ger lyfti í Betel, Tá rópti Ísakur Jákup og signaði hann; og hann gav honum hetta boð: ?Tú mást onga av døtrum Kána'ans taka tær til konu! Mós. Ger teg til, far til Paddan-Áram, til hús Betuels, abba tíns, og fá tær konu haðani, eina av døtrum Laban, mammubeiggja tín! Mós. Og Gud hin Alvaldi signi teg, geri teg fruktbaran og lati avkom títt verða nógv í tali, so tú verður heilur skari av fólkasløgum! Hann gevi tær signing Ábrahams, bæði tær og avkomi tínum, so at tú kemur at eiga landið, ið tú nú býrt í sum fremmandur, tað, ið Gud gav Ábrahami!? Mós. So læt Ísakur Jákup fara avstað, og hann fór til Paddan-Áram, til Áramearan Laban, son Betuel, bróður Rebekku, móður Jákup og Esau. Hos. Men Esau fekk at vita, at Ísakur hevði signað Jákup og sent hann til Paddan-Áram at fáa sær konu haðani, at hann, táið hann signaði hann, hevði álagt honum ikki at taka sær nakra av døtrum Kána'ans til konu, og at Jákup hevði aktað faðir sín og móður sína og var farin til Paddan-Áram. Tá skilti Esau, at Ísaki, faðir hansara, dámdi ikki døtur Kána'ans. Tí fór Esau til Ísmael og tók Mahalat, dóttur Ísmael, son Ábraham, systur Nebajot, til konu aftrat hinum konum sínum. Mós. Jákup fór nú avstað úr Be'erseba og tók leiðina til Karan. Mós. Á ferð síni kom hann til hitt heilaga staðið og varð har um náttina, við tað at sólin var undirfarin. Og hann tók ein av steinunum, sum lógu har, legði hann undir høvd sítt og legði seg so har at sova. Tá hevði hann dreym. Hann sá stiga standa á jørðini; ovari endi á honum kom upp til Himmals, og einglar Guds gingu upp og niður gjøgnum hann. Jóh. Og HARRIN stóð framman fyri hann og segði: ?Eg eri HARRIN, Gud Ábrahams, faðirs tíns, og Gud Ísaks; landið, ið tú nú liggur í, tað gevi Eg tær og avkomi tínum. Mós. Mós. Avkom títt skal verða sum dustið á jørðini, og tú skalt breiða teg vestureftir og eystureftir, norðureftir og suðureftir; og í tær og í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar. Mós. Eg skal vera við tær og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær.? Es. Táið Jákup vaknaði upp úr svøvni, segði hann: ?Sanniliga er HARRIN á hesum staði! Tað vitsti eg ikki!? Og ótti fall á hann, og hann segði: ?Hetta má vera eitt heilagt stað! Vissuliga er hús Guds her, her er portur Himmalsins!? Mós. Tíðliga morgunin eftir reistist Jákup og tók steinin, ið hann hevði havt undir høvdinum, reisti hann sum minnisstein og helti olju út yvir hann. Og hann kallaði hetta staðið Betel;* áður hevði býurin itið Luz. * Hús Guds. Mós. Jákup gjørdi nú hetta lyfti: ?Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í, so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns so skal HARRIN vera Gud mín; og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund.? Mós. KAPITUL Jákup kemur til Karan, Hittir Rakul, Giftist við Leu og Rakul, Fær fýra synir við Leu, So fór Jákup aftur til gongu; og hann kom til Eysturlands. Har fekk hann at síggja brunn á markini, og hjá honum lógu trý fylgi av smáfæi; tí tey góvu fylgjunum vatn úr hesum brunni. Steinurin, ið lá aftur yvir munnan á brunninum, var stórur. Tí plagdu tey at reka øll fylgini saman hagar; tá fyrsta varð steinurin veltur frá munnanum á brunninum, og táið so smáfæið hevði fingið vatn, varð steinurin lagdur aftur á stað sítt, yvir munnan á brunninum. Jákup spurdi teir: ?Hvaðani eru tit, brøður mínir?? Teir svaraðu: ?Vit eru úr Karan.? Tá spurdi hann teir: ?Kenna tit Laban, son Nakor?? Teir svaraðu: ?Ja, hann kenna vit.? Mós. Hann spurdi teir: ?Veit honum væl við?? Teir svaraðu: ?Ja, honum veit væl við hygg, har kemur Rakul, dóttir hansara, við smáfænum!? Men hann segði: ?Tað er jú alljósur dagur enn, tað er ov tíðliga at reka fæið saman! Brynnið smáfænum og latið tað leggjast aftur at eta!? Teir svaraðu: ?Tað kunnu vit ikki, fyrrenn øll fylgini eru rikin saman, og steinurin er veltur frá munnanum á brunninum; tá brynna vit smáfænum.? Meðan hann soleiðis stóð og tosaði við teir, var Rakul komin hagar við smáfænum hjá faðir sínum; tí hon plagdi at sita hjá tí. Táið Jákup sá Rakul, dóttur Laban, mammubeiggja sín, og smáfæið, ið mammubeiggi hansara átti, fór hann og velti steinin frá munnanum á brunninum og brynti smáfæi Labans, mammubeiggja síns. Mós. So kysti hann Rakul og skar í at gráta. Mós. Jákup segði Rakul, at hann var skyldmaður faðirs hennara, at hann var sonur Rebekku; tá leyp hon avstað og segði faðir sínum tað. Táið nú Laban hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum, fevndi hann og kysti hann og fór heim til hús við honum. Hann segði tá Laban alt tað, ið hent hevði; og Laban segði: ?Ja, tú ert bein og hold mítt!? Hann varð nú hjá honum ein mánað ella so. Tá segði Laban við Jákup: ?Skalt tú tæna mær fyri einki, fyri tað at tú ert skyldmaður mín! Sig mær, hvat tú vilt hava í løn!? Nú átti Laban tvær døtur; tann eldra æt Lea, tann yngra Rakul. Eygu Leu vóru deydlig, men Rakul var vælvaksin og vøkur í útsjónd. Jákup elskaði Rakul; tí segði hann: ?Eg skal tæna hjá tær sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína!? Laban svaraði: ?Eg lati fyrr teg fáa hana enn ein fremmandan verð bert hjá mær!? So tænti Jákup sjey ár fyri Rakul, og tey vóru honum sum nakrir fáir dagar tí hann elskaði hana. Tá segði Jákup við Laban: ?Lat meg nú fáa konu mína, tí tíð mín er úti, og eg vil fara inn til hennara!? Hás. So beyð Laban øllum fólkinum har á plássinum og gjørdi gestaboð. Dóm. Men táið kvøldið kom, tók hann dóttur sína Leu og leiddi hana inn til hansara, og hann fór inn til hennara. Laban gav dóttur síni Leu trælkvinnu sína Zilpu til trælkvinnu. Men um morgunin nú var tað Lea! Tá segði Jákup við Laban: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt mær! Er tað ikki fyri Rakul, eg havi tænt hjá tær! Hví hevur tú svikið meg?? Laban svaraði: ?Tað er ikki siður her hjá okkum at geva ta yngru burt áðrenn ta eldru. Men lat nú brúdleypsvikuna hjá hesi ganga so skulu vit eisini geva tær hina, aftur fyri at tú tænir hjá mær sjey ár enn!? Dóm. Í hesum samtykti Jákup; og táið brúdleypsvikan var at enda, gav Laban honum dóttur sína Rakul til konu. Laban gav dóttur síni Rakul trælkvinnu sína Bilhu til trælkvinnu. So fór hann eisini inn til Rakul, og hann var betri við hana enn við Leu. Hann tænti so hjá Laban sjey ár aftrat. Mós. Táið HARRIN sá, at Lea var forfjónað, opnaði hann móðurlív hennara, men Rakul var ófruktbør. So varð Lea við barn og átti son, og hon gav honum navnið Ruben; tí hon segði: ?HARRIN hevur sæð til vanlukku mína; nú fer maður mín at vera góður við meg!? Hon varð aftur við barn og átti son, og hon segði: ?HARRIN hoyrdi, at eg var forfjónað; tí gav hann mær eisini henda sonin!? Tí gav hon honum navnið Símeon. Uppaftur varð hon við barn og átti son, og hon segði: ?Nú man maður mín tá endiliga fara at halda seg til mín, við tað at eg havi átt honum tríggjar synir!? Tí gav hon honum navnið Levi. Eina ferð enn varð hon við barn og átti son, og hon segði: ?Nú prísi eg HARRANUM!? Tí gav hon honum navnið Juda. So helt hon uppat at fáa børn. KAPITUL Synir Jákup við Bilhu, Við Zilpu, Seinnu børn hansara við Leu, Jósef føddur, Jákup og løn hansara, Táið Rakul sá, at hon og Jákup einki barn fingu, varð hon øvundsjúk á systur sína og segði við Jákup: ?Lat meg fáa børn! Ella doyggi eg!? Tá varð Jákup illur við Rakul og segði: ?Heldur tú tá meg vera Gud! Tað er jú Hann, ið ikki vil geva tær lívsfrukt!? Kong. So segði hon: ?Hygg, har er trælkvinna mín, Bilha! Far inn til hennara, so hon kann eiga mær børn í fangið, og eg fáa avkom gjøgnum hana!? Mós. Hon gav honum so trælkvinnu sína, Bilhu, til konu, og Jákup fór inn til hennara. Bilha varð við barn og átti Jákupi son. Tá segði Rakul: ?Gud hevur hjálpt mær til rætt mín; Hann hevur hoyrt bøn mína og givið mær ein son!? Tí gav hon honum navnið Dan. So varð Bilha, trælkvinnan hjá Rakul, uppaftur við barn og átti Jákupi ein son aftrat. Tá segði Rakul: ?Eg havi strítt stríð Guds við systur mína og vunnið!? Tí gav hon honum navnið Naftali. Táið Lea nú sá, at hon var hildin uppat at fáa børn, tók hon trælkvinnu sína, Zilpu, og gav Jákupi hana til konu. Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, átti Jákupi son. Tá segði Lea: ?Til lukku!? Tí gav hon honum navnið Gad. So átti Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, Jákupi ein son aftrat. Tá segði Lea: ?Sum eydnan tó er við mær! Kvinnur fara at prísa eydnu míni!? Tí gav hon honum navnið Aser. Ein dagin, meðan hveitin varð heystað, fór Ruben út á markina og fann har nøkur kærleiksepli, sum hann bar heim til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: ?Gev mær burtur av kærleikseplunum hjá syni tínum!? Lea svaraði: ?Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur tikið mann mín frá mær! Skalt tú nú eisini taka kærleikseplini hjá syni mínum?? Men Rakul segði: ?Hann kann sova hjá tær í nátt aftur fyri kærleikseplini hjá syni tínum.? Táið so Jákup um kvøldið kom heim av markini, fór Lea ímóti honum og segði: ?Tað er hjá mær, tú skalt vera í nátt; eg havi keypt teg fyri kærleikseplini hjá syni mínum!? So lá hann hjá henni ta náttina. Og Gud bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og átti Jákupi fimta sonin. Mós. Tá segði Lea: ?Gud hevur givið mær løn mína fyri tað, at eg læt mann mín fáa trælkvinnu mína!? Tí gav hon honum navnið Issakar. So varð Lea aftur við barn og átti Jákupi sætta sonin. Tá segði Lea: ?Gud hevur givið mær góða gávu; nú fer maður mín at búgva hjá mær, við tað at eg havi átt honum seks synir.? Tí gav hon honum navnið Zebulon. Hos. Seinni átti hon dóttur, sum hon gav navnið Dina. Mós. Gud mintist nú Rakul; Gud bønhoyrdi hana og opnaði móðurlív hennara. Sám. Mós. Hon varð við barn og átti son. Tá segði hon: ?Gud hevur tikið burtur skomm mína!? Hon gav honum tí navnið Jósef, tí hon segði: ?HARRIN gevi mær ein son aftrat!? Táið nú Rakul hevði átt Jósef, segði Jákup við Laban: ?Lat meg nú sleppa avstað, so eg kann fara, hagar sum eg eri frá, til land mítt! Lat meg fáa konur mínar og børn míni, sum eg havi tænt hjá tær fyri, og lat meg fara avstað! Tú veitst jú sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær!? Mós. Men Laban svaraði honum: ?Hevði eg tó funnið náði fyri eygum tínum! Eg eri komin eftir, at HARRIN hevur signað meg fyri tína skuld.? Mós. So segði hann: ?Sig sjálvur, hvat tú vilt hava í løn frá mær, so skal eg lata teg fáa tað!? Jákup svaraði honum: ?Tú veitst sjálvur, hvussu eg havi tænt hjá tær, og hvat ogn tín er vorðin undir hondum mínum! Áðrenn eg kom, var tað lítið, ið tú átti; men nú er tað vaksið og vorðið nógv; HARRIN hevur signað teg, hvar eg so setti fót mín! Men nær skal eg nú eisini sleppa at gera nakað fyri mítt egna hús?? Tá segði Laban: ?Hvat skal eg tá geva tær?? Jákup svaraði: ?Tú skalt einki geva mær; vilt tú gera, sum eg nú sigi, so skal eg framvegis vera hirði hjá tær og røkta fylgi tíni. Eg skal í dag ganga gjøgnum øll fylgi tíni og skilja burtur úr alt tað, ið flekkut og skørvut er, og alt tað, ið svart er, av seyðinum, somuleiðis alt tað, ið skørvut og flekkut er av geitunum. Slíkt skal síðani vera løn mín. Táið tú so hereftir kemur og sjálvur sýnar tað, ið er vorðið løn mín, tá skal rættvísi mín vera vitni mítt: Tann geit hjá mær, sum ikki er flekkut ella skørvut, og tann seyður hjá mær, sum ikki er svartur tey skulu roknast sum stolin!? Laban segði nú: ?Ja, lat tað verða, sum tú hevur sagt!? So skilti hann* sama dag burturúr allar teir gjørutu og skørvutu bukkarnar, og allar tær flekkutu og skørvutu geitirnar, hvørt kríatúr, ið nakað hvítt var á, og allan tann svarta seyðin; hetta gav hann sonum sínum at røkta. *Laban Mós. Og hann læt tríggjar dagsferðir vera millum seg og Jákup. Hin partin av fylgjunum hjá Laban fekk Jákup at røkta. Men Jákup tók sær grønar greinar av øsp, mandlutræi og lyni og skavaði hvítar strikur á tær, so tað hvíta á greinunum varð bert. Hesar greinar, sum hann hevði skavað, legði hann í rennurnar ella vatntrogini, sum fylgini komu at drekka úr, so at smáfæið hevði tær beint framman fyri seg; og tað paraði seg, táið tað kom at drekka. So paraði smáfæið seg framman fyri greinarnar og lembdi gjørut, flekkut og skørvut. Lombini skilti Jákup burturúr. Og hann læt smáfæið standa so, at tað vendi høvdið ímóti tí gjøruta og øllum tí svarta í fylgjunum hjá Laban. Á henda hátt fekk hann fylgi, sum hann átti sjálvur, og sum hann ikki læt koma saman við fylgini hjá Laban. Hvørja ferð tað sterka smáfæið paraði seg, legði Jákup greinarnar framman fyri tað í rennurnar, fyri at tað skuldi para seg framman fyri greinarnar. Men táið tað var tað veika smáfæið, legði hann ikki greinarnar. Á henda hátt kom Laban at eiga tað veika, og Jákup tað sterka. Soleiðis varð maðurin ríkari og ríkari; hann fekk nógv av smáfæi, trælkvinnur og trælir, kamelar og esil. KAPITUL Jákup flýggjar frá Laban, Teir gera sáttmála sín ámillum, Men hann hoyrdi synir Laban siga: ?Jákup er farin við øllum, ið pápi átti; av tí, ið pápi átti, er tað, hann hevur fingið sær alt hetta ríkidømið!? Jákup sá eisini á andliti Labans, at hann var ikki tann sami við hann sum áður. Tá segði HARRIN við Jákup: ?Far aftur til land fedra tína og til títt egna fólk Eg skal vera við tær!? Mós. Jákup sendi tá boð eftir Rakul og Leu og bað tær koma út á markina, har sum hann var við fylgi sínum. Hann segði við tær: ?Eg síggi á andliti faðirs tykkara, at hann er ikki tann sami við meg sum áður, nú ið Gud faðirs míns hevur verið við mær. Tit vita sjálvar, at eg av øllum alvi havi tænt faðir tykkara; men faðir tykkara hevur svikið meg og tíggju ferðir broytt løn mína men Gud læt hann ikki sleppa at gera mær nakað ilt. Sálm. Segði hann: ?Tað flekkuta skal vera løn tín!? so lembdi alt fylgið flekkut, og segði hann: ?Tað gjøruta skal vera løn tín!? so lembdi alt fylgið gjørut. Mós. Soleiðis tók Gud fylgini frá faðir tykkara og gav mær tey. Tí um ta tíðina ið smáfæið paraði seg, sá eg í dreymum, at bukkarnir, ið sprungu, vóru gjørutir, flekkutir og skørvutir. Og eingil Guds segði við meg í dreyminum: ?Jákup!? Eg svaraði: ?Ja, her eri eg!? Tá segði Hann: ?Hygg upp, so skalt tú síggja, hvussu allir bukkarnir, ið springa, eru gjørutir, flekkutir og skørvutir tí Eg havi sæð alt tað, ið Laban ger tær! Eg eri hin Gud, sum opinberaði Seg fyri tær í Betel, har sum tú salvaði minnisstein og gjørdi Mær lyfti; ger teg nú til og far úr hesum landi heimaftur í føðiland títt!?? Mós. Rakul og Lea svaraðu honum: ?Munnu vit longur hava nakran lut ella arv í húsinum hjá pápa! Hevur hann ikki roknað okkum sum fremmandar! Hann hevur jú selt okkum, og hann hevur eisini sjálvur brúkt tað, ið hann fekk fyri okkum! Alt ríkidømið, ið Gud hevur tikið frá pápa, tað eiga vit og børn okkara ger tá nú bert alt tað, ið Gud hevur sagt við teg!? So gjørdi Jákup seg til, setti børn síni og konur sínar á kamelarnar, tók við sær alt fæ sítt og allan eigindómin, ið hann hevði savnað sær, fæið, ið hann átti og hevði savnað sær í Paddan-Áram, og helt avstað til Ísak, faðir sín, í Kána'anslandi. Men Laban var farin at royta seyð sín. Og Rakul stjól húsgudarnar hjá faðir sínum. V. Mós. Dóm. Sám. Jákup narraði Áramearan Laban; hann duldi fyri honum, at hann ætlaði at rýma. V. So rýmdi hann við øllum, ið hann átti; hann gjørdi seg til, fór um Ánna* og tók leiðina móti Gileadsfjalli. *Eufrat. V. Triðja dagin eftir fekk Laban at vita, at Jákup var rýmdur. Hann tók tá skyldmenn sínar við sær, helt eftir honum sjey dagsferðir og fekk hann aftur á Gileadsfjalli. Men Gud kom til Áramearan Laban í dreymi um náttina og segði við hann: ?Varða teg fyri at siga Jákupi so mikið sum eitt ilt orð!? Mós. Mós. Laban fekk nú Jákup aftur. Hann hevði tá reist tjald sítt á fjallinum, og Laban og skyldmenn hansara reistu eisini tjald á Gileadsfjalli. Laban segði nú við Jákup: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Meg hevur tú narrað, og døtrum mínum ert tú farin avstað við, sum tær høvdu verið hertiknar! Hví rýmdi tú loyniliga og narraði meg og segði mær ikki frá, so eg kundi fylgt tær á leið við gleðirópum og songi, trummum og hørpum? Tú lætst meg ikki so mikið sum sleppa at kyssa synir og døtur mínar tað var dáraverk, ið tú gjørdi! Eg hevði verið mentur at gjørt tykkum ilt nú, men Gud faðirs tykkara segði við meg í nátt: ?Varða teg fyri at siga Jákupi so mikið sum eitt ilt orð!? V. Men táið tú nú endiliga vildi fara, tí tær longdist so illa aftur til hús faðirs tíns, hví stjólst tú tá gudar mínar?? V. Tá svaraði Jákup Laban: ?Eg var ræddur, tí eg hugsaði, at tú fórt at taka døtur tínar frá mær við valdi. Men tann, ið tú finnur gudar tínar hjá, hann skal ikki liva! Hygg nú eftir, meðan skyldmenn okkara eru hjá, um tú kennist við nakað av tí, ið eg havi við mær, og tak tað so!? Tí Jákup vitsti ikki, at Rakul hevði stolið teir! Mós. Laban fór nú inn og leitaði í tjaldinum hjá Jákupi, Leu og báðum trælkvinnunum, men einki hann fann. So fór hann út úr tjaldinum hjá Leu og inn í tjaldið hjá Rakul. Men Rakul hevði tikið húsgudarnar, lagt teir í kamelsaðilin og sett seg á hann. Táið Laban so hevði leitað um alt tjaldið og einki funnið, segði hon við faðir sín: ?Harri mín tekur mær ikki illa upp, at eg fái ikki reist meg fyri tær, tí eg havi tað, sum kvinnur eru vanar!? So leitaði hann eftir húsgudunum, men fann teir ikki. Tá kom ilt í Jákup, og hann setti á Laban. Jákup tók til orða og segði við Laban: ?Hvat havi eg forbrotið meg, og hvat er synd mín, síðani tú eltir meg so? Tú hevur nú leitað í øllum, ið eg havi hvat fanst tú, sum hoyrir húsi tínum til! Legg tað fram her fyri skyldmenn mínar og skyldmenn tínar, so teir kunnu døma millum okkum báðar! Eg havi nú verið hjá tær í ár; ær tínar og geitir tínar hava ikki verið lambskotnar, og eg havi ikki etið veðrarnar í fylgi tínum! Tað, ið sundurskrætt var, bar eg ikki heim til tín, eg samsýnti tað sjálvur; tú kravdi meg eftir tí, antin tað so var stolið á degi ella stolið á nátt! Mós. Soleiðis hevði eg tað: Um dagin steiktist eg av hita, um náttina frysti eg í kulda, og svøvnur kom ikki í eygu míni. Í ár havi eg nú verið hjá tær; ár havi eg tænt tær fyri døtur tínar, og ár fyri smáfæ títt, og tíggju ferðir hevur tú broytt løn mína. Mós. Hevði ikki Gud faðirs míns verið við mær, Hann, sum var Gud Ábrahams, og sum Ísakur óttast, so hevði tú so sanniliga latið meg farið við tómum hondum! Men Gud hevur sæð møði mína og alt stríð mítt, og Hann dømdi í nátt!? V Tá svaraði Laban og segði við Jákup: ?Døturnar eru mínar døtur, og børnini eru míni børn, fylgini eru míni fylgi, og alt tað, ið tú sært, er mítt men hvat skuldi eg í dag kunnað gjørt døtrum mínum ella teimum børnum, ið tær hava átt! So kom nú og lat okkum gera sáttmála hvør við annan, og hann skal vera vitni millum meg og teg!? Jákup tók tá stein og reisti hann sum minnisstein; og Jákup segði við skyldmenn sínar: ?Berið saman grót!? So fóru teir eftir gróti og laðaðu grótrúgvu, og teir hildu máltíð har á grótrúgvuni. Laban rópti hana Jegar-Sahaduta,* og Jákup rópti hana Gal-Ed.* *Vitnisgrótrúgva. Laban segði nú: ?Henda grótrúgva skal í dag vera vitni millum okkum báðar.? Tí fekk hon navnið Gal-Ed, Josva og eisini Mizpa* tí hann segði: ?HARRIN skal halda vakt millum meg og teg, táið vit ikki longur síggja hvør annan! *Vaktarstað. Fert tú illa við døtrum mínum, ella tekur tú aðrar konur aftrat teimum, ja, so er víst einki menniskja hjástatt, men Gud, Hann skal vera vitni millum meg og teg!? Og Laban segði við Jákup: ?Henda grótrúgva og hesin minnissteinur, ið eg havi reist millum meg og teg vitni skulu tey vera, bæði grótrúgvan og minnissteinurin, at eg skal ikki fara um hesa grótrúgvu móti tær, og tú skalt heldur ikki fara um hesa grótrúgvu og henda minnisstein móti mær við illum í huga! Gud Ábrahams og Gud Nakors skal døma okkara millum, Hann, sum var Gud faðirs teirra!? So svór Jákup um Hann, ið Ísakur, faðir hansara, óttaðist. V. Mós. Dóm. Jákup ofraði sláturoffur á fjallinum og beyð skyldmonnum sínum til máltíð. Teir hildu tá máltíð og vórðu náttina á fjallinum. Tíðliga morgunin eftir kysti Laban synir og døtur sínar og signaði tey. So fór Laban heimaftur. Mós. KAPITUL Jákup og Laban skiljast. Jákup í Mahanajim, Jákup ræddur fyri Esau, Náttarbardagi Jákups, Men Jákup helt fram leið sína. Og einglar Guds møttu honum. Sálm. Táið Jákup sá teir, segði hann: ?Hetta er herur Guds.? Tí gav hann staðnum navnið Mahanajim.* *Tveir herar. Sálm. Jákup sendi nú boð undan sær til bróður sín, Esau, í landinum Se'ir, á Edomsmark. Hann beyð teimum: ?Soleiðis skulu tit siga við harra mín Esau: ?Tænari tín Jákup letur siga: Eg havi livað sum gestur hjá Laban og verið har líka til nú; og eg havi fingið neyt, esil og smáfæ, trælir og trælkvinnur; og nú vildi eg senda boð og lata harra mín vita hetta, vónandi at finna náði fyri eygum tínum.?? Mós. Men sendiboðini komu aftur til Jákup og søgdu: ?Vit komu til Esau, bróður tín; hann kemur nú sjálvur ímóti tær, og mans við honum.? Mós. Tá varð Jákup ógvuliga ræddur, og í angist síni býtti hann fólkið, ið við honum var, og smáfæið, neytini og kamelarnar, sundur í tveir flokkar; tí hann hugsaði: ?Leggur Esau á annan flokkin og ger av við hann, so kann tó hin komast undan.? Síðani bað Jákup: ?Gud Ábrahams, faðirs míns, og Gud Ísaks, faðirs míns, HARRI, Tú, sum segði við meg: ?Far aftur til land títt og til fólk títt Eg skal gera væl við teg!? Mós. Ov lítið havi eg at týða móti allari tí miskunn og trúfesti, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Við stavi mínum fór eg um Jordan her, og nú eri eg vorðin tveir herar! Sám. Bjarga mær av hond Esaus, bróður míns, tí eg ræðist fyri, at hann kemur og týnir meg og hvørki sparir móður ella barn! Tú hevur jú sjálvur sagt, at Tú skalt vissuliga gera mær væl og lata avkom mítt verða sum sand sjóvarins, ið er so nógvur, at hann telist ikki!? Mós. Josva So varð hann verandi har ta náttina. Og burtur av tí, ið hann átti, tók hann gávu til Esau, bróður sín: geitir og bukkar, ær og veðrar, kamelryssur, sum vórðu sognar, við fylum teirra, kýr og tarvar, esilryssur við fylum. Við hesum læt hann trælir sínar fara avstað, hvørt fylgi fyri seg, og hann segði við trælirnar: ?Farið tit undan, og latið nakað vera ímillum hvørt fylgið!? Mós. So beyð hann tí fyrsta: ?Táið bróðir mín, Esau, møtir tær og spyr teg, hvør ið eigur teg, hvar tú fert, og hvør ið eigur hetta fylgið, ið tú rekur undan tær, so skalt tú svara: ?Tænari tín Jákup eigur tað; hetta er gáva, ið hann sendir harra mínum Esau, og sjálvur kemur hann aftaná.?? Tað sama segði hann við tann annan og triðja og allar hinar, ið róku fylgini: ?Soleiðis skulu tit siga við Esau, táið tit hitta hann; og so skulu tit siga: ?Tænari tín Jákup kemur sjálvur aftaná.?? Tí hann hugsaði: ?Eg skal blíðka hann við hesi gávuni, ið eg sendi undan mær, og ikki fyrrenn aftaná skal eg sjálvur koma fyri eygu hansara kanska hann tá fer at taka blídliga ímóti mær!? Teir fóru nú undan við gávuni; men sjálvur varð hann verandi har í tilhaldinum ta náttina. Somu nátt tók hann báðar konur sínar, báðar trælkvinnur sínar og teir synir sínar og fór um vaðið um Jabbok; hann tók tey og fekk tey um ánna, og eisini fekk hann yvirum alt tað, ið hann átti. Men sjálvur varð Jákup einsamallur eftir. Tá kom ein og bardist við hann, líka inntil tað lýsti; Hos. Josva og táið Hann sá, at Hann var ikki mentur at vinna Jákup, gav Hann honum eitt slag á mjødnina, so at mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við Hann. Maðurin segði: ?Slepp Mær, tí nú lýsir!? Men hann svaraði: ?Eg sleppi Tær ikki, uttan Tú signar meg!? Tá spurdi Hann hann: ?Hvat er navn títt?? Hann svaraði: ?Jákup.? Men Hann segði: ?Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið!? Mós. Hos. Tá segði Jákup: ?Sig mær, hvussu Tú eitur!? Men Hann svaraði: ?Hví spyrt tú um navn Mítt?? Og Hann signaði hann har. Dóm. o.l.; Mós. Hesum staðnum gav Jákup navnið Peniel,* tí hann segði: ?Eg havi sæð Gud andlit til andlit, og tó bjargað lívinum!? *Ásjón Guds. Mós. Sálm. Mós. o.l. Táið hann var komin um Penuel, sá hann sólina koma undan. Men hann var lamin í mjødnini. Av hesi grund er tað so, at enn í dag eta Ísraelsmenn ikki mjadnarsinuna, sum er á mjadnarliðinum; tí tað var á mjadnarsinuna á mjadnarliðinum, ið Hann gav Jákupi slagið. KAPITUL Jákup hittir Esau, Kemur til Sikem, Táið Jákup nú hugdi upp, fekk hann at síggja Esau, ið kom við monnum. Tá býtti hann børnini sundur millum Leu, Rakul og báðar trælkvinnurnar. Mós. Fremstar læt hann trælkvinnurnar ganga við børnum teirra, síðani kom Lea við børnum sínum, og aftast gekk Rakul við Jósefi. Sjálvur gekk hann fyri teimum; og hann boygdi seg sjey ferðir til jarðar, inntil hann kom til bróður sín. Men Esau kom rennandi ímóti honum og fevndi hann; hann leyp um hálsin á honum og kysti hann, og teir grótu. Mós. Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja kvinnurnar og børnini, segði hann: ?Hvørji eru hesi, ið tú hevur her?? Hann svaraði: ?Hetta eru børnini, ið Gud hevur unt tænara tínum!? Mós. Nú komu trælkvinnurnar fram við børnum sínum, og tey boygdu seg til jarðar; síðani kom eisini Lea við børnum sínum, og tey boygdu seg til jarðar; seinast komu Rakul og Jósef, og tey boygdu seg til jarðar. Tá segði hann: ?Hvat vildi tú við øllum hasum fylginum, ið eg hitti?? Hann svaraði: ?Finna náði fyri eygum harra míns!? Mós. Men Esau segði: ?Eg havi nóg mikið, bróðir! Hav tú tað, ið títt er!? Tá svaraði Jákup: ?Nei, góði! Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so tak við gávu míni! Táið eg sá andlit títt, var tað jú, sum eg hevði sæð andlit Guds, og tú hevur tikið so blídliga móti mær! Mós. Góði, tak signingina, ið eg havi sent tær! Tí Gud hevur verið mær náðigur, og eg havi alt!? Soleiðis noyddi hann hann, inntil hann tók tað. Ez. Sám. Nú segði Esau: ?Latið okkum nú halda avstað aftur og fara longur eg skal fylgjast við tær!? Men Jákup svaraði: ?Harri mín veit jú, at børnini eru lítið ment, og smáfæið hjá mær hevur nýliga lembt, og kýrnar hava nýliga kálvað; reki eg kríaúrini hart so mikið sum ein dag, so doyr alt smáfæið. Vil harri mín ikki fara undan tænara sínum? So komi eg spakuliga aftaná, sum nú fæið, ið eg havi við mær, og børnini orka, inntil eg komi til harra mín í Se'ir.? Tá segði Esau: ?So skal eg, ið hvussu er, lata nakrar av monnum mínum vera hjá tær!? Men hann svaraði: ?Hvat skal tað til! Lat meg bert finna náði fyri eygum harra míns!? Esau fór nú sama dagin aftur til Se'ir. Men Jákup helt avstað og fór til Sukkot;* har bygdi hann sær hús og gjørdi smáhús til fæið; tí kallaði hann hetta plássið Sukkot. *Smáhús. Jákup kom tá í øllum góðum til býin Sikem í Kána'anslandi, á ferð síni úr Paddan-Áram; og hann reisti tjøld síni uttan fyri býin. Mós. Jarðarstykkið, ið hann hevði reist tjald sítt á, keypti hann frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri kesitar.* *Peningur av ókendum virði. Josva Har reisti hann altar, sum hann kallaði El-Elohe-Ísrael.* *Gud Ísraels er Gud. Mós. KAPITUL Dina og Sikem. Einaferð ið Dina, dóttirin, ið Jákup hevði við Leu, fór út at síggja døturnar í landinum, Mós. sá Sikem, sonur Hevitin Hamor, høvdingan í landinum, hana, og hann tók hana og lá hjá henni og neyðtók hana. Og hjarta hansara varð fast bundið til Dinu, dóttur Jákup; hann elskaði gentuna og talaði vinsamliga við hana. So segði Sikem við Hamor, faðir sín: ?Fá mær hasa gentuna til konu!? Jákup fekk nú at hoyra, at hann hevði vanært Dinu, dóttur hansara; men við tað at synir hansara tá vóru úti á markini við fænum, tagdi Jákup, inntil teir komu aftur. Hamor, faðir Sikem, fór so til Jákup at tosa við hann. Men synir Jákup fingu at frætta hetta, og teir komu tá heimaftur av markini; menninir vóru ógvuliga ringir og illir, tí hann hevði gjørt skemdarverk í Ísrael við at liggja hjá dóttur Jákup; slíkt átti ikki at verða gjørt. Mós. Hamor tosaði við teir og segði: ?Hjartað í Sikem, syni mínum, er fast bundið til dóttur tykkara latið hann fáa hana til konu! Og svágið tykkum við okkum gevið okkum døtur tykkara, og giftist tit við døtrum okkara. Verðið búgvandi hjá okkum landið skal standa tykkum opið búgvið her og ferðist um og fáið tykkum ogn her!? Mós. Og Sikem segði við faðir hennara og brøður hennara: ?Latið meg finna náði fyri eygum tykkara! Hvat tit so krevja av mær, tað skal eg geva. Mós. Leggið á, so nógv sum tit vilja, brúðarkeyp og aðrar gávur eg skal lata tað, ið tit vilja hava, bert tit vilja geva mær gentuna til konu!? Tá svaraðu synir Jákup Sikem og faðir hansara, Hamor, við svikafullum orðum við tað at hann hevði vanært Dinu, systur teirra. Teir søgdu við teir: ?Tað kunnu vit ikki gera, at geva einum óumskornum manni systur okkara tað hevði verið okkum skomm. Mós. Josva Tey kor seta vit tykkum, fyri at vera tykkum til vildar, at tit verða sum vit og lata allar av mannkyni hjá tykkum umskera. So skulu vit geva tykkum døtur okkara, giftast við døtrum tykkara og verða búgvandi hjá tykkum, so at vit verða eitt fólk. Men lurta tit ikki eftir okkum og lata tykkum umskera, so taka vit systur okkara og fara leið okkara!? Teimum dámdi væl tað, ið teir søgdu, bæði Hamor og Sikem, syni Hamor. Hesin ungi maður drálaði ikki við at gera hetta; tí hann var so góður við dóttur Jákup, og hann var tann, ið mest hevði at siga í húsi faðirs síns. So fóru Hamor og sonur hansara Sikem út í portrið í býi sínum og søgdu soleiðis við menninar í býnum: ?Hesir menn eru okkum friðarliga sintir; latið teir tí búseta seg her og ferðast frítt um í landinum landið er jú nóg rúmsátt til teirra! Vit skulu giftast við døtrum teirra og geva teimum døtur okkara. Men tey kor seta teir okkum fyri at vera okkum til vildar og búgva hjá okkum, so vit verða eitt fólk, at alt mannkyn hjá okkum letur seg umskera, soleiðis sum teir eru umskornir. Fylgi teirra, góðs teirra og alt fæ teirra verður tað ikki alt okkara, táið vit bert eru teimum til vildar, so teir verða búgvandi hjá okkum!? Teir aktaðu nú Hamor og son hansara Sikem, allir teir, ið áttu heima í býi hansara; alt mannkyn, allir, ið áttu heima í býi hansara, lótu seg umskera. Men triðja dagin táið teir høvdu sárfepur tóku Símeon og Levi, báðir synir Jákup, brøður Dinu, hvør sítt svørð og herjaðu á býin, uttan at nakar vardi ilt, og drópu alt mannkyn. Mós. Eisini Hamor og Sikem, son hansara, drópu teir við svørði, tóku Dinu úr húsi Sikems og fóru so avstað. So løgdust synir Jákup á teir falnu og rændu býin, aftur fyri at systir teirra var vanærd. Teir tóku smáfæið, neytini og eslini hjá teimum, bæði tað, sum í býnum var, og tað, ið úti á markini var. Og alt góðs teirra, øll børn teirra og allar kvinnur teirra tóku teir við sær sum herfong, og rændu alt tað, sum í húsunum var. Tá segði Jákup við Símeon og Levi: ?Tit hava gjørt mær stóra vanlukku! Tit hava gjørt, at eg eri komin í ringt orð hjá fólkinum, sum býr í landinum, Kána'anitum og Perizitum, og menn mínir eru so fáir; manna teir seg ímóti mær, so drepa teir meg, og bæði eg og hús mítt ganga til grundar!? Men teir svaraðu: ?Skuldi hann sleppa at bera seg at við systur okkara sum við skøkju!? KAPITUL Jákup í Betel, Benjamin føddur. Rakul doyr, Skemdargerð Rubens, Synir Jákups, Jákup í Hebron, Ísakur doyr, Gud segði nú við Jákup: ?Ger teg til, far til Betel, verð verandi har, og ger har altar fyri tí Gudi, ið opinberaði Seg fyri tær, táið tú flýddi undan Esau, bróður tínum!? Mós. Tá segði Jákup við húsfólk sítt og øll tey, ið hjá honum vóru: ?Fáið burtur teir fremmandu gudarnar, ið tit hava millum tykkara, og reinsið tykkum og skiftið klæði! Josva Sám. Og latið okkum fara avstað og fara til Betel! Har skal eg reisa altar fyri tí Gudi, sum bønhoyrdi meg, tann dag ið eg var trongt staddur, og var við mær á vegnum, ið eg havi gingið.? Mós. Tey lótu tá Jákup fáa allar teir fremmandu gudarnar, ið tey høvdu við sær, og ringarnar, ið tey høvdu í oyrunum; og Jákup gróv tað niður undir eikini við Sikem. Mós. So fóru tey avstað, og ræðsla frá Gudi kom á allar býirnar har rundan um, so teir hildu ikki eftir sonum Jákup. Krøn. Jákup og alt fólkið, ið við honum var, komu so til Luz í Kána'anslandi nú eitur tað Betel; Mós. og hann reisti har altar og kallaði staðið El-Betel,* tí har hevði Gud opinberað Seg fyri honum, táið hann flýddi undan bróður sínum. *Gud Betels. Mós. Nú doyði Debora, dadda Rebekku, og hon varð jarðað niðan fyri Betel, undir eikini; tí kallaði hann hana grátieikina. Mós. Gud opinberaði Seg uppaftur fyri Jákupi, táið hann var komin heimaftur úr Paddan-Áram, og signaði hann; Mós. o.l. og Gud segði við hann: ?Tú eitur Jákup, men tú skalt ikki eita Jákup longur; Ísrael skal vera navn títt.? So fekk hann navnið Ísrael. Mós. Kong. So segði Gud við hann: ?Eg eri Gud hin Alvaldi; ver fruktbarur og nørst í tali! Eitt fólk, ja, fólk í hópatali, skulu koma av tær, og kongar skulu koma úr lendum tínum. Mós. Landið, ið Eg gav Ábrahami og Ísaki, tað gevi Eg tær, og avkomi tínum eftir teg gevi Eg landið.? So fór Gud upp frá honum á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann. Jákup reisti minnisvarða á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann, minnismerki av gróti; og hann stoytti drykkjuoffur á tað og helti olju á tað. Mós. Staðnum, har sum Gud hevði talað við hann, gav Jákup navnið Betel. Mós. So fóru tey avstað úr Betel. Táið tey høvdu nakað eftir til Efrat, fekk Rakul ilt, og føðingarverkir hennara vóru harðir. Meðan verkirnir vóru uppá tað harðasta, segði jarðarmóðirin við hana: ?Óttast ikki! Eisini hesa ferð fært tú son!? Sám. Mós. Men í tí hon andaðist tí tað varð deyði hennara gav hon honum navnið Benoni;* men faðir hansara gav honum navnið Benjamin.** *Pínslusonur mín. **Eydnusonur. So doyði nú Rakul; og hon varð jarðað á vegnum til Efrat, tað er Betlehem. Mós. Jákup reisti minnisvarða á grøv hennara; tað er gravsteinurin yvir Rakul hann stendur har enn í dag. So fór Ísrael avstað haðani og reisti tjald sítt hinumegin Migdal-Eder. Mika Meðan Ísrael búði á hesum leiðum, fór Ruben og lá hjá Bilhu, hjákonu faðirs síns; og Ísrael fekk tað at hoyra. Synir Jákups vóru í tali; Mós, Mós. Krøn. Lea átti hesar: Ruben, hin frumborna Jákups, Símeon, Levi, Juda, Issakar og Zebulon. Mós. o.l., o.l. Rakul átti hesar: Jósef og Benjamin. Mós. o.l. Bilha, trælkvinnan hjá Rakul, átti hesar: Dan og Naftali. Mós. o.l. Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, átti hesar: Gad og Aser. Hetta vóru synir Jákups, sum hann fekk í Paddan-Áram. Mós. o.l. Og Jákup kom til Ísak, faðir sín, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu búð sum fremmandir. Mós. Dagar Ísaks vóru ár; so andaðist Ísakur; hann doyði og varð savnaður til fedrar sínar, gamal og mettur av døgum. Synir hansara, Esau og Jákup, jarðaðu hann. Mós. o.l. KAPITUL Ætt Esaus. Hetta er ættarbók Esaus Edoms. Mós. Esau hevði tikið sær konur av døtrum Kána'ans: Adu, dóttur Hetitin Elon, Oholibamu, dóttur Ana, son Hevitin Zibeon, Mós. og Basmat, dóttur Ísmael, systur Nebajot. Mós. Við Adu átti Esau Elifaz, og við Basmat Re'uel; Job við Oholibamu átti hann Je'us, Jalam og Kora. Hetta vóru synir Esau, sum hann fekk í Kána'anslandi. Esau tók nú konur sínar, synir og døtur sínar og alt húsfólk sítt, fylgi síni, alt fæ sítt og allan annan eigindóm, ið hann hevði savnað sær í Kána'anslandi, og fór til annað land og skilti seg soleiðis frá Jákupi, bróður sínum. Tí góðs teirra var ov mikið til, at teir kundu búgva saman; landið, ið teir búðu í sum fremmandir, rúmaði teimum ikki, so stór vóru fylgi teirra. Mós. Esau búsettist so á Se'irsfjøllum Esau, tað er tann sami sum Edom. Josva Hetta er ættarbók Esaus, hann, ið var ættarfaðir at Edomitum á Se'irsfjøllum. Josva Nøvnini á sonum Esau eru hesi: Elifaz, sum Ada, kona Esau, átti, og Re'uel, sum Basmat, kona Esau, átti. Elifaz átti hesar synir: Teman, Omar, Zefo, Gatam og Kenaz. Og Elifaz, sonur Esau, hevði hjákonu, sum æt Timna; við henni fekk Elifaz Amalek. Hetta vóru synir Adu, konu Esau. V. Synir Re'uel vóru hesir: Nahat, Zera, Samma og Mizza. Hetta vóru synir Basmat, konu Esau. Synir Oholibamu, konu Esau, dóttur Ana, son Zibeon, vóru hesir: Við henni átti Esau Je'us, Jalam og Kora. V. Ættarhøvdingarnir millum synir Esau vóru hesir: Synir Elifaz, hin frumborna Esaus, vóru: Høvdingarnir Teman, Omar, Zefo, Kenaz, Kora, Gatam og Amalek. Hetta vóru teir høvdingar í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Elifaz. Hetta vóru synir Adu. Synir Re'uel, son Esau, vóru hesir: Høvdingarnir Nahat, Zera, Samma og Mizza. Hetta vóru teir høvdingar í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Re'uel. Hetta vóru synir Basmat, konu Esau. Synir Oholibamu, konu Esau, vóru hesir: Høvdingarnir Je'us, Jalam og Kora. Hetta vóru teir høvdingar, ið vóru ættaðir frá Oholibamu, dóttur Ana, konu Esau. Hetta vóru synir Esau, og hetta vóru ættarhøvdingar teirra. Hetta var Edom. Synir Horitin Se'ir teir, ið búðu í landinum frammanundan vóru hesir: Lotan, Sobal, Zibeon, Ana, Krøn. o.l. Dison, Ezer og Disan. Hetta vóru ættarhøvdingar Horita, synir Se'ir í Edomslandi. Synir Lotan vóru Hori og Hemam, og systir Lotan var Timna. Synir Sobal vóru hesir: Alvan, Manahat, Ebal, Sefo og Onam. Synir Zibeon vóru hesir: Aja og Ana. Tað var hesin Ana, ið fann tær heitu keldurnar í oyðimørkini, meðan hann sat hjá eslum Zibeons, faðirs síns. Børn Ana vóru hesi: Dison og dóttirin Oholibama. Synir Dison vóru hesir: Hemdan, Esban, Jitran og Keran. Synir Ezer vóru hesir: Bilhan, Za'avan og Akan. Synir Disan vóru hesir: Uz og Aran. Ættarhøvdingar Horita vóru hesir: Høvdingarnir Lotan, Sobal, Zibeon og Ana, Dison, Ezer og Disan. Hetta vóru ættarhøvdingar Horita, ættarhøvdingar teirra í Se'irslandi. Kongarnir, ið ráddu í Edomslandi, áðrenn Ísraelsmenn fingu kongar, vóru hesir: Krøn. o.l. Bela, sonur Beor, var kongur í Edom; býur hansara æt Dinhaba. Táið Bela doyði, varð Jobab, sonur Zera, úr Bozra, kongur eftir hann. Táið Jobab doyði, varð Husam úr Temanitalandi kongur eftir hann. Táið Husam doyði, varð Hadad, sonur Bedad, kongur eftir hann; tað var hann, ið vann sigur á Midjanitum á Móabsmark; býur hansara æt Avit. Táið Hadad doyði, varð Samla úr Masreka kongur eftir hann. Táið Samla doyði, varð Saul úr Rehobot við ánna kongur eftir hann. Táið Saul doyði, varð Ba'al-Hanan, sonur Akbor, kongur eftir hann. Táið Ba'al-Hanan, sonur Akbor, doyði, varð Hadar kongur eftir hann; býur hansara æt Pa'u, og kona hansara æt Mehetabel; hon var dóttir Matred, dóttur Mezahab. Hetta eru nøvnini á ættarhøvdingum Esaus, eftir ættum, bústøðum og nøvnum teirra: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet, Oholibama, Ela, Pinon, Kenaz, Teman, Mibzar, Magdiel og Iram. Hetta vóru ættarhøvdingar Edoms, eftir bústøðum teirra, í landinum, sum teir fingu í ogn. Hetta var ætt Esaus, ættarfaðirs Edomita. KAPITUL Jósef droymir. Brøðurnir hata hann, Teir selja hann, Men Jákup varð búgvandi í landinum, ið faðir hansara hevði búð í sum fremmandur, í Kána'anslandi. Mós. Hebr. Hetta er ættarbók Jákups. Táið Jósef var ár, røktaði hann smáfæið saman við brøðrum sínum; tóat hann var ungur, var hann saman við sonum Bilhu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara, og alt tað ringa orð, ið gekk um teir, bar hann faðir teirra. Ísrael var betri við Jósef enn við allar hinar synir sínar, við tað at hann hevði fingið hann á elliárum; og hann hevði latið gera honum fótsíðan kyrtil. Men táið brøður hansara sóu, at faðir teirra var betri við hann enn við allar hinar synir sínar, fingu teir agg til hansara og kundu ikki tala blídliga við hann. Áp. So hevði Jósef eisini dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá, og sum gjørdi, at teir hataðu hann enn meiri. Hann segði við teir: ?Hoyrið nú tað, ið eg havi droymt! Tað var mær, sum vit bundu bundi úti á akrinum, og tá reisti mítt bundi seg upp og varð standandi; men tykkara bundi stóðu rundanum og boygdu seg fyri mínum bundi.? Mós. Tá søgdu brøður hansara við hann: ?Tú skalt kanska vera kongur okkara ella ráða yvir okkum!? Og teir hataðu hann enn meiri fyri dreymar hansara og fyri tað, ið hann hevði sagt. Men hann hevði uppaftur ein dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá; hann segði: ?Eg havi aftur havt ein dreym: Tað var mær, sum sólin, mánin og ellivu stjørnur nigu fyri mær.? Táið hann segði faðir sínum og brøðrum sínum frá hesum, deildi faðir hansara hann og segði við hann: ?Hvat er hetta fyri dreymur, ið tú hevur havt! Skulu tá eg og móðir tín og brøður tínir koma og boyggja okkum til jarðar fyri tær!? Og brøður hansara fingu øvund til hansara, men faðir hansara legði sær hetta í minni. Luk. So vóru brøður hansara einaferð farnir at ansa eftir smáfæi faðirs síns í Sikem. Ísrael segði tá við Jósef: ?Brøður tínir sita jú hjá fænum í Sikem; kom, eg ætli at senda teg til teirra!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? So segði hann við hann: ?Far og vita, um brøðrum tínum veit væl við, og um fænum veit væl við, og kom so aftur og sig mær tað!? So sendi hann hann avstað úr Hebronsdali, og hann kom til Sikem. Sum hann nú gekk ivasamur um á markini, møtti hann manni, ið spurdi hann: ?Hvørjum leitar tú eftir?? Hann svaraði: ?Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fylginum!? Maðurin segði: ?Teir eru farnir avstað hiðani; eg hoyrdi teir siga: ?Latið okkum fara til Dotan!?? So fór Jósef aftan á brøðrum sínum og hitti teir í Dotan. Men teir sóu hann langt burtur, og áðrenn hann var komin til teirra, løgdu teir ráð upp um at drepa hann Matt. Sálm. og søgdu hvør við annan: ?Hyggið, har kemur hasin droymarin! Komið, latið okkum nú drepa hann og kasta hann í ein av brunnunum her! Vit kunnu so siga, at villdýr hevur etið hann. So fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hansara!? Matt. Men táið Ruben hoyrdi hetta, ætlaði hann at bjarga honum undan hondum teirra og segði: ?Latið okkum ikki drepa hann!? Mós. Og so segði hann við teir: ?Fáið ikki blóð at renna! Koyrið hann niður í henda brunnin her í oyðimørkini, men leggið ikki hond á hann!? Tí hann ætlaði at bjarga honum undan hondum teirra og fáa faðir sínum hann aftur. Táið so Jósef kom til brøður sínar, lótu teir hann úr kyrtlinum, tí fótsíða kyrtlinum, sum hann var í. Matt. Og teir tóku hann og koyrdu hann niður í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum. Jer. Zak. So settust teir at eta. Og táið teir hugdu upp, sóu teir eitt fylgi av Ísmaelitum, sum komu úr Gilead; kamelar teirra bóru kryddurtir, balsam og ladanum,* sum teir vóru á veg til Egyptalands við. *Eitt slag av gummi, sum angaði væl. Juda segði nú við brøður sínar: ?Hvat batar okkum at drepa bróður og dylja drápið! Latið okkum heldur selja Ísmaelitunum hann og ikki leggja hond á hann hann er jú tó beiggi okkara, hold og blóð okkara!? Og brøður hansara gjørdu, sum hann segði. Táið nú midjanitiskir keypmenn komu framvið har, tóku teir Jósef upp úr brunninum, og so seldu teir Ísmaelitunum Jósef fyri seklar av silvuri. Ísmaelitarnir fóru til Egyptalands við Jósefi. Mós. Sálm. Áp. Táið Ruben nú kom aftur til brunnin, fekk hann at síggja, at eingin Jósef var har. Tá skræddi hann klæði síni, Mós. Josva Kong. Job Es. fór aftur til brøður sínar og segði: ?Drongurin er burtur! Hvat skal eg gera av mær!? Teir tóku so kyrtil Jósefs og smurdu hann út í blóðinum av bukki, sum teir drópu; so sendu teir tann síða kyrtilin heim til faðir sín við hesum boðum: ?Henda hava vit funnið; hygg eftir, um tað ikki er kyrtilin hjá syni tínum!? Hann kendi hann aftur og segði: ?Jú, tað er kyrtilin hjá syni mínum! Eitt villdýr hevur etið hann ja, so vist er Jósef sundurskræddur!? Mós. So skræddi Jákup klæði síni og bant sekk um lendar sínar, og hann syrgdi son sín í langa tíð. Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta, men segði: ?Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín!? Faðir hansara græt um hann. Jer. Men Midjanitarnir seldu hann í Egyptalandi til Potifar, sum var hirðmaður hjá Farao og høvdingi yvir lívvaktini. KAPITUL Juda og Tamar. Um hesa tíðina fór Juda frá brøðrum sínum og fór at halda saman við manni úr Adullam, sum æt Hira. Har sá Juda dóttur kána'anitiskan mann, sum æt Sua, og hann tók hana til konu og fór inn til hennara. Hon varð við barn og átti son, sum hon gav navnið Er. Mós. So varð hon uppaftur við barn og átti son, sum hon gav navnið Onan. Hon átti ein son enn, og honum gav hon navnið Sela; táið hon átti hann, var Juda í Kezib. Juda tók nú Er, hinum frumborna sínum, konu; hon æt Tamar. Men HARRANUM líkaði ikki Er, hin frumborna hjá Juda; tí læt HARRIN hann doyggja. Mós. Tá segði Juda við Onan: ?Far inn til bróðurkonu tína og tak hana til ekta í bróður tíns stað og reis bróður tínum avkom upp!? Mós. Matt. Men við tað at Onan vitsti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann, hvørja ferð hann gekk inn til bróðurkonu sína, sáðið spillast á jørðina fyri ikki at fáa bróður sínum avkom. Men hetta, ið hann gjørdi, var ónt í eygum HARRANS; tí læt Hann eisini hann doyggja. Tá segði Juda við Tamar, sonarkonu sína: ?Sit einkja heima hjá faðir tínum, inntil sonur mín Sela kemur til!? Tí hann óttaðist fyri, at eisini hann skuldi doyggja, eins og brøður hansara. So fór Tamar heim og varð verandi hjá faðir sínum. Táið nú long tíð var gingin, doyði dóttir Sua, kona Juda. Táið syrgitíðin var úti, fór Juda til Timna, til teir, ið royttu seyð hansara; vinur hansara, Hira úr Adullam, fór við honum. Men táið Tamar fekk at vita, at verfaðir hennara var á veg til Timna at royta seyð sín, læt hon seg úr einkjuklæðunum, fór í eitt slør, ballaði tað um seg og setti seg so við portrið í Enajim, við vegin til Timna; tí hon sá, at hon varð ikki givin Sela til konu, tóat hann nú var tilkomin. Táið Juda nú sá hana, helt hann hana vera skøkju við tað at hon hevði fjalt andlit sítt. Orðt. Hann fór tá av vegnum og fór yvir til hennara og segði: ?Kom, lat meg koma inn til tín!? Hann vitsti ikki, at tað var sonarkona hansara. Men hon svaraði: ?Hvat gevur tú mær fyri at koma inn til mín?? Mós. Hann segði: ?Eg skal senda tær eitt geitarlamb úr fylginum.? Tá svaraði hon: ?Ja, men tú skalt geva mær pant, inntil tú sendir tað!? Hann spurdi: ?Hvat skal eg tá geva tær í pant?? Hon svaraði: ?Innsiglisring tín, band títt og stav tín, sum tú hevur í hondini.? Hetta gav hann henni so og fór síðani inn til hennara, og hon varð við barn við honum. So reistist hon og fór haðani, fór úr slørinum og læt seg aftur í einkjuklæðini. Juda sendi nú geitarlambið við vinmanni sínum, Adullamitinum, fyri at fáa pantin aftur frá kvinnuni; men hann fann hana ikki. Hann spurdi tá fólkið har á staðnum: ?Hvar er skøkjan, hon í Enajim, við vegin?? Tey svaraðu: ?Her hevur eingin skøkja verið!? So fór hann aftur til Juda og segði: ?Eg fann hana ikki, og so sigur fólkið har á staðnum eisini, at eingin skøkja hevur verið har.? Tá segði Juda: ?Lat hana meðni hava tað, heldur enn at vit skulu verða til spott! Eg havi sent lambið, og tú hevur ikki funnið hana!? Einar tríggjar mánaðir eftir hetta fekk Juda hesi tíðindi: ?Tamar, sonarkona tín, hevur drivið hor; hon er vorðin við barn í hori!? Tá segði Juda: ?Leiðið hana út, hon skal verða brend!? Men táið teir leiddu hana út, sendi hon boð til verfaðir sín og læt siga: ?Eg eri vorðin við barn við tí manni, ið hetta eigur!? Og hon læt siga: ?Kanna eftir, hvør ið eigur henda ring, hetta band og henda stav!? Juda kendi tað aftur og segði: ?Rætturin er hennara og ikki mín, við tað at eg havi ikki givið syni mínum Sela hana!? Men hann kom henni ikki nær aftur. Táið so tíðin kom, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara. Krøn. Matt. Og í tí hon átti, stakk annar hondina út, og jarðarmóðirin tók reyðan tráð og bant hann um hana og segði: ?Hesin var tann, ið fyrr kom!? Men so togaði hann hondina til sín aftur, og tá kom bróðir hansara undan; tá segði hon: ?Sum tú hevur troðkað teg fram!? Tí fekk hann navnið Perez. Síðani kom hin bróðirin, hann, ið hevði tann reyða tráðin um hondina; hann fekk navnið Zera. KAPITUL Jósef hjá Potifar, Hann verður settur fastur, Farið varð til Egyptalands við Jósefi, og Potifar, ein Egypti, sum var hirðmaður hjá Farao og høvdingi yvir lívvaktini, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu havt hann hagar við sær. Mós. Sálm. Men HARRIN var við Jósefi, so at alt eydnaðist honum. Hann var í húsinum hjá harra sínum, Egyptanum; Áp. og táið harri hansara sá, at HARRIN var við honum, og at HARRIN læt alt, ið hann gjørdi, eydnast honum, Mós. fann Jósef náði fyri eygum hansara og slapp at ganga honum til handa; hann setti hann yvir hús sítt og gav honum upp í hendur alt, ið hann átti. Mós. Og frá tí stund ið hann hevði sett hann yvir hús sítt og yvir alt, ið hann átti, signaði HARRIN hús Egyptans fyri Jósefs skuld; signing HARRANS hvíldi á øllum, ið hann átti, bæði í húsinum og á markini. So leit hann alt, ið hann átti, upp í hendur Jósefs, og hann hevði ikki eyguni eftir honum í nøkrum uttan í matinum, sum hann sjálvur át. Men Jósef var vælvaksin og sá væl út. Sám. Nakað eftir hetta vendi kona harra hansara eygum sínum at Jósefi og segði: ?Kom og ligg hjá mær!? Men hann vildi ikki og segði við konu harra síns: ?Harri mín hevur ikki eyguni eftir mær í nøkrum í øllum húsi sínum; alt tað, ið hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur. Hann hevur ikki meiri at siga her í húsinum enn eg, og hann hevur einki sýtt mær uttan teg, tí tú ert kona hansara! Hvussu skuldi eg nú kunnað gjørt eina so ónda gerð og syndað móti Gudi!? Og tóat hon dag eftir dag tosaði hetta við Jósef, vildi hann ikki vera henni til vildar í at liggja hjá henni ella hava við hana at gera. Orðt. Men so ein dagin ið hann kom inn í húsið at gera arbeiði sítt, og eingin av húsfólkinum var inni, tá tók hon í kappa hansara og segði: ?Kom og ligg hjá mær!? Men hann læt kappan eftir í hond hennara og flýddi av húsinum. Orðt. Táið hon nú sá, at hann hevði latið hana hava kappan eftir og var flýddur av húsinum, rópti hon eftir húsfólki sínum og segði við tey: ?Her síggja tit! Hann hevur fingið okkum ein hebraiskan mann higar at føra skomm yvir okkum! Hann kom inn til mín og vildi liggja hjá mær, men eg rópti, alt tað eg var ment, Mós. og táið hann hoyrdi, at eg skar í at rópa, læt hann kappa sín eftir hjá mær og flýddi av húsinum!? Hon læt nú kappa hansara verða liggjandi hjá sær, inntil harri hansara kom til hús, og segði so tað sama við hann: ?Tann hebraiski trælurin, ið tú hevur fingið okkum higar, kom inn til mín at føra skomm yvir meg; men táið eg skar í róp, læt hann kappa sín eftir hjá mær og flýddi av húsinum.? Táið harri hansara hoyrdi tað, ið kona hansara segði: ?Soleiðis hevur trælur tín borið seg at móti mær,? kom ógvuliga ilt í hann; harri Jósefs tók hann og læt hann seta í fangahúsið, sum fangarnir hjá konginum sótu fastir í; og hann varð sitandi har í fangahúsinum. Sálm. Men HARRIN var við Jósefi og gjørdi, at hann varð væl lýddur av øllum, og læt hann finna náði hjá fyristøðumanni fangahússins, Áp. o.l.; Mós. Sálm. Dán. so at hann setti Jósef at ansa eftir øllum fangunum í fangahúsinum; hann skipaði fyri øllum, ið har skuldi verða gjørt. Fyristøðumaður fangahússins hevði ikki eyguni eftir nøkrum, ið Jósefi var litið upp í hendur; tí HARRIN var við honum og læt alt eydnast, sum hann tók sær fyri. Sálm KAPITUL Jósef týðir dreymar skeinkjarans og bakarans. Nakað eftir hetta hendi tað, at skeinkjarin og bakarin hjá konginum í Egyptalandi forbrutu seg móti harra sínum, konginum í Egyptalandi. Farao varð illur við hesar báðar hirðmenn sínar, yvirskeinkjaran og yvirbakaran, og læt teir seta fastar í húsinum hjá høvdinganum yvir lívvaktini, sama fangahúsi, sum Jósef sat fastur í. Mós. Høvdingin yvir lívvaktini setti Jósef at vera hjá teimum; og hann gekk teimum til handa. Táið teir nú høvdu sitið har fastir eina langa tíð, droymdu teir báðir somu nátt hvør sín dreym, hvønn dreymin við sínum serliga týdningi skeinkjarin og bakarin hjá konginum í Egyptalandi, teir, ið sótu fastir har í fangahúsinum. Mós. Táið Jósef kom inn til teirra um morgunin, sá hann á teimum, at teir vóru mótfalnir. Tá spurdi hann hirðmenninar hjá Farao, teir, ið saman við honum sótu fastir í húsinum hjá harra hansara: ?Hví síggja tit so sorgarbundnir út í dag?? Neh. Teir svaraðu: ?Vit hava droymt, og eingin er, sum kann týða tað!? Tá segði Jósef við teir: ?Hoyrir tað ikki Gudi til at týða dreymar! Latið meg hoyra tað, ið tit hava droymt!? Dán. Mós. So segði yvirskeinkjarin Jósefi frá dreymi sínum; hann segði: ?Eg droymdi, at eitt víntræ stóð framman fyri meg; Mós. á víntrænum vóru tríggjar greinar; tað fekk knappar, blómurnar sprungu út, og stelkarnir bóru staðin vínber. Eg hevði bikar Faraos í hondini; og eg tók vínberini og kroysti tey út í bikar Faraos og rætti Farao tað.? Tá segði Jósef: ?Hetta skal týðast soleiðis: Tær tríggjar greinarnar eru tríggir dagar; um tríggjar dagar skal Farao lyfta teg upp seta teg aftur í embæti títt, so tú aftur rættir Farao bikarið sum áður, táið tú vart skeinkjari hansara. Hevði tú nú bert viljað minst meg, táið tær gongst væl, og víst mær miskunn, so tú hevur meg á orði fyri Farao og hjálpir mær út úr hesum húsi! Tí eg eri stolin úr landi Hebreara, og heldur ikki her havi eg gjørt nakað, sum teir kundu seta meg í fangahús fyri.? Mós. Táið nú yvirbakarin sá, at Jósef hevði givið skeinkjaranum góða týðing, segði hann við hann: ?Eisini eg hevði dreym. Tað var fyri mær, sum eg bar á høvdinum tríggjar kurvar við hveitibreyði. Í tí ovastu kurvini var alskyns bakað føði til borð Faraos; men fuglarnir ótu tað úr kurvini á høvdi mínum.? Tá segði Jósef: ?Hetta skal týðast soleiðis: Tær tríggjar kurvarnar eru tríggir dagar; um tríggjar dagar skal Farao ?lyfta teg upp? høgga høvdið av tær og heingja teg í eitt træ, og fuglarnir skulu eta kjøtið av tær.? Tríggjar dagar eftir hetta hevði Farao føðingardag; tá gjørdi hann veitslu fyri øllum tænarum sínum, og yvirskeinkjaran og yvirbakaran ?lyfti hann tá upp? millum tænarar sínar: Mark. Yvirskeinkjaran setti hann aftur í embæti hansara, so hann aftur rætti Farao bikarið, og yvirbakaran læt hann heingja sum Jósef hevði týtt dreymarnar fyri teimum. Men yvirskeinkjarin hugsaði ikki um Jósef hann gloymdi hann. KAPITUL Jósef týðir dreymar Faraos, Hann kemur til heiður, So hendi tað, táið tvey ár vóru gingin, at Farao hevði dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nilá. Hann sá tá sjey kýr, vakrar og feitar, koma upp úr ánni, og tær løgdust at eta grasið við ánna. Síðani sá hann sjey aðrar kýr koma upp úr ánni, ljótar at síggja og rak; og tær stóðu hjá hinum fyrru kúnum á áarbakkanum. Og tær kýrnar, ið vóru so ljótar og rak, ótu hinar sjey vøkru og feitu kýrnar. So vaknaði Farao. Men hann sovnaði aftur og hevði uppaftur ein dreym. Hann sá sjey øks, tjúkk og góð, vaksa á einum strái. Síðani sá hann sjey onnur øks koma upp, tóm og svidnað av eystanvindi. Og tey tómu øksini gloyptu hinum sjey tjúkku og fullu øksunum. So vaknaði Farao og sá, at tað var dreymur. Men um morgunin var hann í døpurhuga; hann sendi tá boð eftir øllum spámonnum og vísmonnum í Egyptalandi og segði teimum dreymarnar; men eingin var, sum kundi týða Farao teir. Mós. Tá tók yvirskeinkjarin til orða og segði við Farao: ?Eg noyðist í dag at minna um syndir mínar! Mós. Hina ferð ið Farao varð illur við tænarar sínar og læt meg og yvirbakaran seta fastar í húsinum hjá høvdinganum yvir lívvaktini, tá droymdu vit einaferð hvør sín dreym eina náttina, eg og hann, og dreymarnir høvdu hvør sín týdning. Saman við okkum var ein ungur Hebreari, sum var trælur hjá høvdinganum yvir lívvaktini, og táið vit søgdu honum dreymar okkara, týddi hann okkum teir, hvønn á sín hátt; Mós. sum hann týddi okkum teir, soleiðis gekk tað: Eg varð settur aftur í embæti mítt, og hin varð hongdur.? Tá sendi Farao boð eftir Jósefi, og teir skundaðu sær og fingu hann út úr fangahúsinum; táið hann so hevði latið raka sær og skift klæði, steig hann fram fyri Farao. Sálm. Farao segði nú við Jósef: ?Eg havi havt ein dreym, og eingin er, sum kann týða hann; men eg havi hoyrt um teg, at fyrsta sum tú hoyrir ein dreym, kanst tú týða hann!? Jósef svaraði Farao: ?Tað stendur ikki til mín Gud skal geva eitt svar, sum spáar Farao eydnu!? Mós. Dán. So segði Farao við Jósef: ?Eg droymdi, at eg stóð á áarbakkanum við Nilá. Eg sá tá sjey kýr koma upp úr ánni, feitar og vakrar, og tær løgdust at eta grasið við ánna. Síðani sá eg sjey aðrar kýr koma upp, vánaligar, ógvuliga ljótar og rak so ljót kríatúr havi eg aldri sæð nakrastaðni í Egyptalandi. Og tær kýrnar, ið vóru so rak og ljótar, ótu hinar fyrru sjey feitu kýrnar. Men táið tær høvdu gloypt teimum, sást tað ikki á teimum; tær vóru líka ljótar at síggja sum frammanundan. So vaknaði eg. Uppaftur droymdi eg og sá tá sjey øks, full og góð, vaksa á einum strái. Síðani sá eg sjey onnur øks koma upp, upptornað, tóm og svidnað av eystanvindi. Og tey tómu øksini gloyptu teimum sjey góðu øksunum. Hetta segði eg spámonnunum, men eingin var førur fyri at greiða mær frá tí.? Tá segði Jósef við Farao: ?Báðir dreymar Faraos hava sama týdning; tað, ið Gud ætlar at gera, hevur hann latið Farao vita. Dán. Tær sjey góðu kýrnar eru sjey ár, og tey sjey góðu øksini eru sjey ár hetta er ein og sami dreymur. Og hinar sjey kýrnar, ið vóru so rak og ljótar, og sum komu upp aftan á teimum, tær eru sjey ár, somuleiðis tey sjey tómu øksini, ið vóru svidnað av eystanvindi; tí tað koma sjey hungursár. Tað er, sum eg segði við Farao: Tað, ið Gud ætlar at gera, hevur Hann latið Farao síggja. Tað koma sjey ár við stórari yvirflóð um alt Egyptaland. Men aftan á tey koma sjey hungursár, so at øll tann yvirflóð skal verða gloymd í Egyptalandi, og hungurin skal arma landið út. Kong. Mós. Sálm. Kong. Eingin skal minnast yvirflóðina, ið var í landinum, fyri hungrinum aftaná; tí hann skal verða ógvuliga svárur. Og at Farao hevur havt dreymin tvær ferðir, tað vil siga, at hetta er fast avgjørt av Gudi, og at Gud fer at lata tað henda skjótt. Nú skuldi Farao valt sær ein skilagóðan og vísan mann og sett hann yvir Egyptaland. Tað skuldi Farao gjørt, og so sett umsjónarmenn yvir landið og tikið fimtingin av grøðini í Egyptalandi, tey sjey árini ið yvirflóðin verður. Teir skulu, hesi góðu árini ið koma, savna alt, ið kann duga til føði, og dunga saman korn til føði í býunum sum ogn Faraos og ansa eftir tí. Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey sjey hungursárini, ið koma skulu á Egyptaland, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum.? Hesi orð dámdi bæði Farao og øllum tænarum hansara væl; Farao segði við tænarar sínar: ?Hvar finna vit ein mann, sum Andi Guds er í sum í honum!? So segði Farao við Jósef: ?Táið Gud hevur opinberað tær alt hetta, so er eingin líki tín í viti og vísdómi! Tú skalt standa fyri húsi mínum, og eftir orði tínum skal alt fólk mítt rætta seg; bert hásætið skal eg hava fram um teg.? Mós. Sálm. Áp. Framvegis segði Farao við Jósef: ?So seti eg teg nú yvir alt Egyptaland!? Sálm. Mós. Farao tók innsiglisringin av hondini og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av fínum líni og hongdi gullketu um háls hansara; hann læt hann koyra í vagninum, sum var næstur eftir hansara egna, og ?abrek!?* varð rópt undan honum. Hann setti hann tá yvir alt Egyptaland. *Orð, sum merkir, at teir vístu honum heiður. Mós. o.l.; Est Og Farao segði við Jósef: ?Eg eri Farao men eingin maður í øllum Egyptalandi skal lyfta hond ella fót, uttan tú vilt!? Farao gav Jósefi navnið Zafenat-Panea og læt hann fáa til konu Asenat, dóttur prestin Potifera í On. So ferðaðist Jósef um í Egyptalandi. Jósef var ár, táið hann kom at standa fyri Farao, konginum í Egyptalandi. So fór Jósef út frá Farao og fór at ferðast um alt Egyptaland. Tey sjey árini ið yvirflóðin vardi, gav landið ríkliga grøði. Hann savnaði tá alskyns grøði tey sjey góðu árini sum komu í Egyptalandi, og legði tað upp í býunum; í hvørjum býi savnaði hann grøðina av landinum har rundan um. Soleiðis dungaði Jósef saman eina óføra mongd av korni sum sandin í sjónum so at teir til endan góvust at mála tað, tí tað var ógjørligt at halda rokning á tí. Áðrenn hungursárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asenat, dóttur Potifera, prestin í On. V. Hinum frumborna gav Jósef navnið Manasse, ?tí?, segði hann, ?Gud hevur latið meg gloyma alla møði mína og alt hús faðirs míns!? Mós. Hinum gav hann navnið Efra'im, ?tí?, segði hann, ?Gud hevur gjørt meg fruktbaran í landinum, sum eg leið ilt í!? Táið so tey sjey árini, ið yvirflóðin vardi í Egyptalandi, vóru úti, komu tey sjey hungursárini soleiðis sum Jósef hevði sagt. Tá varð hungursneyð í øllum londum, men í øllum Egyptalandi var breyð. Sálm. Áp. Alt Egyptaland leið tá hungur, og fólkið rópti á Farao eftir breyði; men Farao segði við allar Egyptar: ?Farið til Jósef, og gerið, sum hann sigur tykkum!? Táið nú hungursneyðin var um alt landið, læt Jósef upp goymslurnar og seldi Egyptum korn; tí hungursneyðin var svár í Egyptalandi. Og úr øllum londum komu teir til Egyptalands at keypa korn frá Jósefi; tí hungursneyðin var svár í øllum londum. KAPITUL Brøður Jósef koma til Egyptalands fyrru ferð. Táið Jákup nú frætti, at korn var at fáa í Egyptalandi, segði hann við synir sínar: ?Hví sita tit og hyggja hvør upp á annan?? Og hann segði: ?Eg hoyri, at korn er at fáa í Egyptalandi; farið hagar og keypið okkum korn har, so vit kunnu liva og ikki doyggja!? Áp. Mós. Teir tíggju av brøðrum Jósef fóru tá avstað at keypa korn í Egyptalandi. Men Benjamin, bróður Jósef, sendi Jákup ikki avstað við brøðrum hansara, tí hann var ræddur fyri, at ein vanlukka kundi henda hann. So komu tá synir Ísrael at keypa korn, saman við hinum, ið komu; tí hungursneyð var í Kána'anslandi. Mós. Og við tað at tað var Jósef, ið ráddi í landinum, og hann var tann, ið seldi øllum fólkinum í landinum korn, so komu brøður Jósef og kastaðu seg til jarðar á andlit sítt fyri honum. Mós. Jósef kendi brøður sínar, táið hann sá teir; men hann lætst fremmandur fyri teimum, var harðligur í orðum við teir og segði við teir: ?Hvaðani koma tit?? Teir svaraðu: ?Úr Kána'anslandi at keypa føði.? Mós. Jósef kendi brøður sínar, men teir kendu ikki hann. Og Jósef mintist tað, ið hann hevði droymt um teir. So segði hann við teir: ?Tit eru njósnarar! Tit eru komnir at hyggja, hvar landið liggur opið!? Mós. Teir svaraðu: ?Nei, harri! Tænarar tínir eru komnir at keypa korn! Vit eru allir synir sama mann; vit eru ærligir menn, tænarar tínir eru ikki njósnarar.? Men hann segði: ?Jú, tit eru komnir at hyggja, hvar landið liggur opið!? Teir svaraðu: ?Vit, tænarar tínir, vóru brøður, synir sama mann í Kána'anslandi; tann yngsti er nú heima hjá pápa, og ein er ikki til longur.? Mós. Men Jósef segði við teir: ?Tað er, sum eg havi sagt við tykkum: Tit eru njósnarar! Men nú skulu tit verða royndir: So vist sum Farao livir, sleppa tit ikki hiðani, uttan yngsti bróðir tykkara kemur higar! Latið ein av tykkum fara heimaftur eftir bróður tykkara, og so leingi skulu tit sita fastir, hinir! So fæst at síggja, um tit siga satt; og um ikki, so eru tit, so vist sum Farao livir, njósnarar!? So setti hann teir allar fastar í tríggjar dagar. Men triðja dagin segði Jósef við teir: ?Vilja tit bjarga lívinum, so gerið nú, sum eg sigi eg óttist Gud! Mós. Mós. Orðt. Sálm. Er tað nú so, at tit eru ærligir menn, so latið ein tykkara verða eftir sum fanga í fangahúsinum, sum tit sótu í, og farið tit so avstað, hinir, og havið korn við tykkum til hjálpar móti hungursneyðini heima hjá tykkum. Komið so til mín við yngsta bróður tykkara, so orð tykkara verður sannað so skulu tit sleppa frá at líða deyðan!? Og soleiðis gjørdu teir. V. Men teir søgdu hvør við annan: ?Sanniliga, nú mugu vit bøta fyri tað, ið vit gjørdu við beiggja! Vit sóu sálarangist hansara, táið hann bønaði okkum, og lurtaðu tó ikki eftir honum tí kemur nú henda neyð á okkum!? Mós. Tá tók Ruben til orða og segði við teir: ?Segði eg ikki við tykkum: ?Syndið ikki móti dronginum!? Men tit lurtaðu ikki eftir mær og nú verður blóð hansara kravt!? Mós. Men teir vitstu ikki, at Jósef skilti teir, tí hann tosaði við teir gjøgnum tolk. Hann vendi sær nú burtur og græt. So vendi hann sær aftur til teirra og tosaði við teir, og hann tók Símeon úr flokkinum og læt hann seta fastan, so teir sóu. Mós. Jósef segði nú við menn sínar, at teir skuldu fylla sekkirnar hjá teimum við korni, leggja peningin hjá hvørjum aftur í sekkin hjá honum og síðani geva teimum mat við á ferðina. Og soleiðis varð gjørt. Mós. Teir løgdu so kornið á eslini og fóru avstað. Men táið ein teirra loysti av sekkinum fyri at geva esli sínum, har sum teir gistu um náttina, fekk hann at síggja pening sín, sum lá ovastur í sekkinum. Hann segði tá við brøður sínar: ?Peningur mín er komin aftur; hyggið, hann liggur her í sekki mínum!? Tá vórðu teir mótfalnir og hugdu í ræðslu hvør uppá annan og søgdu: ?Hvat er tað, ið Gud hevur gjørt okkum?? So komu teir heimaftur til Jákup, faðir sín, í Kána'anslandi, og teir søgdu honum alt, ið hent teir hevði, og søgdu: ?Maðurin, ið ræður har í landinum, var harðligur í orðum móti okkum og fór við okkum, sum vit høvdu verið komnir sum njósnarar til landið. Men vit søgdu við hann: ?Vit eru ærligir menn og ikki njósnarar! Vit vóru brøður, synir ein faðir; ein er ikki til longur, og tann yngsti er nú heima hjá pápa í Kána'anslandi.? Tá segði maðurin, ið ræður har í landinum, við okkum: ?Av hesum skal eg síggja, um tit eru ærligir menn: Latið ein av tykkum brøðrunum verða her hjá mær, og takið so tað, ið tykkum tørvar móti hungursneyðini heima hjá tykkum, og farið avstað! So skulu tit koma higar til mín við yngsta bróður tykkara, so eg kann síggja, at tit eru ikki njósnarar, men ærligir menn! Tá skal eg lata tykkum fáa bróður tykkara aftur, og tit skulu hava frítt at ferðast um í landinum.?? Mós. Táið teir nú lótu burtur úr sekkjunum, fann hvør pengapung sín í sekkinum, og táið teir og faðir teirra sóu pengapungarnar, fall ræðsla á teir. Men Jákup, faðir teirra, segði við teir: ?Tit gera meg barnleysan! Jósef er burtur, Símeon er burtur, og nú ætla tit at taka Benjamin frá mær! Altsamalt kemur tað yvir meg!? Mós. Róm. Tá segði Ruben við faðir sín: ?Komi eg ikki aftur til tín við honum, so kanst tú drepa báðar synir mínar! Lít mær hann upp í hendur eg skal fáa tær hann aftur!? Men hann svaraði: ?Sonur mín fer ikki hagar við tykkum! Bróðir hansara er deyður, og hann er einsamallur eftir; hendir nú ein vanlukka hann á ferðini, ið tit fara, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!? Mós. o.l. Men hungursneyðin var svár í landinum. KAPITUL Brøður Jósefs koma aðru ferð til Egyptalands. Táið tey nú høvdu brúkt upp kornið, ið teir høvdu verið í Egyptalandi eftir, segði faðir teirra við teir: ?Farið avstað aftur og keypið okkum eitt sindur av korni!? Men Juda svaraði honum: ?Maðurin segði so heilt avgjørt við okkum: ?Tit koma mær ikki fyri eygu aftur, uttan bróðir tykkara er við!? Mós. so letur tú beiggja koma við okkum, so skulu vit fara hagar at keypa tær korn; men letur tú hann ikki koma við, so fara vit ikki hagar, tí maðurin segði við okkum: ?Tit koma mær ikki fyri eygu, uttan bróðir tykkara er við!?? Tá segði Ísrael: ?Hví gjørdu tit illa við meg, at siga manninum, at tit áttu ein annan beiggja?? Teir svaraðu: ?Maðurin spurdi okkum gjølla, bæði um okkum og ætt okkara, og segði: ?Livir faðir tykkara enn? Eiga tit nakran annan bróður?? Og vit svaraðu, eftir sum hann spurdi kundu vit vita, at hann fór at siga: ?Komið við bróður tykkara higar!?? Juda segði nú við Ísrael, faðir sín: ?Lat drongin koma við mær! So gera vit okkum til og fara avstað, so vit kunnu bjarga lívinum og ikki doyggja, bæði vit og tú og børn okkara. Eg svari fyri hann; av hond míni kanst tú krevja hann; havi eg hann ikki við aftur til tín og leiði hann fram fyri andlit títt, so skal eg vera ein skuldari fyri tær allar dagar mínar! Mós. Høvdu vit ikki drálað, so kundu vit nú verið aftur tvær ferðir!? Tá segði Ísrael, faðir teirra, við teir: ?Kann nú ikki annað vera, so gerið tá, sum eg sigi: Latið í sekkir tykkara nakað av tí besta, ið landið gevur, og havið tað við til mannin sum gávu eitt sindur av balsam, eitt sindur av hunangi, kryddurtir, ladanum, pistasiunøtir og mandlur. Og takið dupult av peningi við tykkum, so at tit hava tann peningin við aftur, sum lá ovastur í sekkjum tykkara tað var kanska av misgáum! Mós. Havið so bróður tykkara við, og gerið tykkum til og farið aftur til mannin! Mós. Gud hin Alvaldi lati tykkum finna miskunn hjá manninum, so hann letur hin bróður tykkara og Benjamin sleppa heimaftur við tykkum! Og eg skal eg vera barnleysur, so lat meg vera barnleysan!? Menninir tóku nú hesa gávu og dupult av peningi við sær; eisini Benjamin tóku teir við, gjørdu seg til, fóru til Egyptalands og stigu fram fyri Jósef. Mós. Táið Jósef sá Benjamin saman við teimum, segði hann við tann, ið stóð fyri húsi hansara: ?Lat hasar menn koma inn hjá mær, lat slakta og eina máltíð gera til, tí teir skulu eta døgurða við mær!? Maðurin gjørdi, sum Jósef segði, og fór við monnunum inn í hús Jósefs. Men menninir vórðu ræddir, táið farið varð við teimum inn hjá Jósefi, og teir søgdu: ?Tað man vera fyri peningin, ið hina ferðina kom aftur í sekkjum okkara, at farið verður við okkum higar inn nú ætlar hann at gera seg inn á okkum og yvirfalla okkum og gera okkum til trælir og taka esil okkara!? Teir fóru tí til mannin, ið stóð fyri húsi Jósefs, og talaðu við hann við dyrnar á húsinum og søgdu: ?Hoyr okkum, harri! Vit hava einaferð áður verið her og keypt korn; og táið vit komu til herbergið og loystu av sekkjum okkara, tá lá peningurin hjá hvørjum okkara ovastur í sekki hansara, peningur okkara eftir fullu vekt síni; men nú hava vit havt hann við okkum aftur, Mós. og vit tóku annan pening við okkum at keypa korn fyri. Vit vita ikki, hvør ið hevur lagt peningin í sekkir okkara.? Men hann svaraði: ?Verið tit bert óræddir, óttist ikki! Gud tykkara og Gud faðirs tykkara hevur givið tykkum ein skatt í sekkir tykkara pening tykkara havi eg fingið!? So leiddi hann Símeon út til teirra. Mós. Maðurin fór nú við teimum inn í húsið hjá Jósefi og fekk teimum vatn at vaska sær um føturnar í og fóður til eslini. So løgdu teir gávuna til rættis, inntil Jósef var væntandi til hús um middagin, tí teir høvdu hoyrt, at teir skuldu eta har. Táið so Jósef kom inn, bóru teir honum gávuna, ið teir høvdu við, og teir kastaðu seg til jarðar fyri honum. Mós. Hann heilsaði teimum og spurdi: ?Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu um? Livir hann enn?? Teir svaraðu: ?Ja, tænara tínum faðir okkara veit væl við, hann livir enn!? Og teir boygdu seg og kastaðu seg niður fyri honum. Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja bróður sín Benjamin, sum hevði somu móður sum hann, segði hann: ?Hetta er so hin yngsti bróðir tykkara, ið tit tosaðu við meg um?? Og hann segði: ?Gud signi teg, sonur mín!? So skundaði Jósef sær burtur; tí hjarta hansara brann ímóti bróðurinum; hann leitaði sær eitt stað, har hann fekk grátið, og fór inn í kamar sítt og græt har. Kong. Mós. So vaskaði hann sær um andlitið og fór út aftur; hann helt sær nú og segði: ?Komið við matinum!? Nú varð maturin borin inn, til hansara fyri seg, til teirra fyri seg, og til Egyptarnar, ið hjá honum ótu, fyri seg; tí Egyptar kunnu ikki eta saman við Hebrearum tað er teimum andstygd. Mós. Mós. Teir vórðu sessaðir beint yvir av honum, eftir aldri, hin elsti ovastur, og hin yngsti niðastur; tá undraðust menninir og hugdu hvør upp á annan. Mós. Mós. Og hann læt bera teimum mat av sínum egna borði; Benjamin fekk fimm ferðir so mikið sum hvør av hinum. So drukku teir, og drukku seg glaðar saman við honum. KAPITUL Jósef roynir brøður sínar. Síðani segði hann við tann, ið stóð fyri húsi hansara: ?Lat korn í sekkirnar hjá monnunum, so mikið, sum í teir gongur, og legg peningin hjá hvørjum ovastan í sekk hansara! Mós. Og bikar mítt, silvurbikarið, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta, saman við peninginum fyri korn hansara.? Hann gjørdi nú, sum Jósef segði við hann. Um morgunin, táið ljóst var vorðið, lótu teir so menninar fara avstað við eslum sínum. Men táið teir vóru komnir eitt sindur út um býin, segði Jósef við tann, ið stóð fyri húsi hansara: ?Far avstað, halt eftir monnunum, og táið tú fært teir aftur, skalt tú siga við teir: ?Hví hava tit lønt gott við illum? Hatta er jú nettupp bikarið, ið harri mín drekkur av, og sum hann er vanur at spáa í! Hetta var illa gjørt av tykkum!?? Táið hann nú fekk teir aftur, segði hann hetta við teir. Men teir svaraðu honum: ?Hví sigur harri mín so? Tað er minni enn so, at tænarar tínir skuldu gjørt nakað slíkt! Peningin, ið vit funnu ovast í sekkjum okkara, hann høvdu vit jú aftur til tín úr Kána'anslandi; hvussu skuldu vit tá farið og stolið silvur ella gull úr húsi harra tíns! Tann av tænarum tínum, sum tað verður funnið hjá, hann skal doyggja, og síðani skulu vit vera trælir hjá harra mínum, hinir!? Mós. Mós. Hann svaraði: ?Ja, latið tað verða, sum tit hava sagt! Tann, ið bikarið verður funnið hjá, hann skal vera trælur mín, men tit, hinir, skulu vera fríir.? So skundaðu teir sær og lyftu hvør sekk sín niður á jørðina, og hvør loysti av sekki sínum. Hann fór so at leita, fyrst hjá tí elsta, og hann endaði hjá tí yngsta og bikarið varð funnið í sekki Benjamins. Tá skræddu teir klæðini, løgdu á aftur eslini og fóru aftur til býin. Mós. Mós. Juda og brøður hansara komu inn hjá Jósefi sum ikki var farin frá húsum enn og teir kastaðu seg til jarðar fyri honum. Men Jósef segði við teir: ?Hvat er tað fyri nakað, ið tit hava gjørt! Vitstu tit ikki, at ein maður sum eg dugir at spáa?? Juda svaraði: ?Hvat skulu vit svara harra mínum, hvat skulu vit siga, og hvussu skulu vit rættvísgera okkum! Gud hevur funnið misgerð tænara tína! Ja, vit eru trælir hjá harra mínum, bæði vit og tann, ið bikarið varð funnið hjá!? Mós. Men hann svaraði: ?Tað er minni enn so, at eg geri slíkt! Tann maður, ið bikarið varð funnið hjá, hann skal vera trælur mín, men tit, hinir, kunnu í friði fara heimaftur til faðir tykkara.? Tá steig Juda fram til hansara og segði: ?Hoyr meg, harri! Lat tænara tín tala eitt orð, meðan harri mín hoyrir, og lat ikki vreiði tína tendrast upp móti tænara tínum tú ert jú sum Farao! Harri mín spurdi tænarar sínar: ?Eiga tit faðir ella bróður?? Og vit svaraðu harra mínum: ?Ja, vit eiga ein gamlan faðir, og hann eigur ein ungan son, sum varð føddur í elli hansara, bróðir henda sonin er deyður, og nú er eingin uttan hann eftir móðurina, og faðir hansara er so góður við hann.? Mós. So segði tú við tænarar tínar: ?Komið við honum higar til mín, so eg kann fáa hann at síggja við mínum egnu eygum!? Men vit svaraðu harra mínum: ?Drongurin kann ikki fara frá faðir sínum, tí faðir hansara doyr, fer hann frá honum!? Tá segði tú við tænarar tínar: ?Kemur hin yngsti bróðir tykkara ikki higar við tykkum, so koma tit mær ikki fyri eygu aftur!? Mós. Táið vit so komu heimaftur til pápa tænara tín søgdu vit honum tað, ið harri mín hevði sagt. Táið pápi so seinni segði: ?Farið avstað aftur og keypið okkum eitt sindur av korni!? Mós. so svaraðu vit: ?Vit kunnu ikki fara hagar, uttan yngsti bróðir okkara kemur við tá skulu vit fara hagar tí vit koma ikki manninum fyri eygu, uttan yngsti bróðir okkara er við!? Tá segði pápi tænari tín við okkum: ?Tit vita sjálvir, at eg átti tveir synir við konu míni. Mós. Annar fór frá mær, og eg segði: ?Hann er óivað sundurskræddur!? Og eg havi ikki sæð hann síðani tá. Mós. Taka tit nú eisini henda frá mær, og ein vanlukka hendir hann, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!? Komi eg tí nú heimaftur til pápa tænara tín uttan at drongurin, sum øll sál hansara er so fast bundin til, er við, so verður tað deyði hansara, við tað sama sum hann sær, at drongurin er ikki við, og tænarar tínir gera tá, at gráu hár faðirs okkara tænara tíns við sorg fara niður í deyðaríkið. Tí tænari tín tók á seg at svara pápa fyri drongin og segði: ?Havi eg hann ikki við aftur til tín, so skal eg vera ein skuldari fyri pápa allar dagar mínar!? Lat tí tænara tín verða eftir sum træl hjá harra mínum í staðin fyri drongin, men lat drongin fara heimaftur við brøðrum sínum! Tí hvussu skal eg kunna fara heim aftur til pápa, uttan at drongurin er við! Eg orki ikki at síggja sorgina, ið tá kemur yvir pápa!? KAPITUL Jósef sigur brøðrunum, hvør hann er, Teir fara heimaftur, Tá kundi Jósef ikki halda sær longur fyri øllum teimum, ið hjá honum stóðu, og hann rópti: ?Latið øll fara út!? Tað var soleiðis eingin hjástaddur, táið Jósef segði brøðrum sínum, hvør hann var. Áp. So skar hann í grát, og hann græt so hart, at Egyptarnir hoyrdu tað; og tey hjá Farao fingu tað at vita. Mós. Jósef segði við brøður sínar: ?Eg eri Jósef! Livir pápi enn?? Men brøður hansara fingu ikki svarað honum, so ræddir vóru teir fyri honum. So segði Jósef við brøður sínar: ?Komið higar til mín!? Og táið teir komu til hansara, segði hann: ?Eg eri Jósef, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands. Sálm. Men nú skulu tit ikki vera ringir um tað ella gremja tykkum um, at tit seldu meg higar; tí til at bjarga lívum hevur Gud sent meg higar undan tykkum. Mós. Nú hevur í tvey ár verið hungursneyð í landinum, og í fimm ár enn skal hvørki verða pløgt ella heystað. Mós. Tí sendi Gud meg undan tykkum, tí Hann vildi lata tykkum eiga eftirkomarar á jørðini, og tí Hann vildi lata tykkum liva ja, til bjarging fyri mong. Mós. Tað eru tí ikki tit, ið hava sent meg higar, nei, tað er Gud; og Hann hevur sett meg Farao til ein faðir, til harra yvir øllum húsi hansara og til at ráða yvir øllum Egyptalandi. Mós. Mós. Róm. Skundið tykkum nú heimaftur til pápa og sigið við hann: ?Jósef, sonur tín, letur siga: Gud hevur sett meg til harra yvir øllum Egyptalandi; kom oman til mín, drála ikki! Tú skalt fáa landið Gosen at búgva í og vera nær hjá mær, bæði tú og børn tíni og barnabørn tíni, við smáfæi og neytum tínum og øllum, ið tú hevur. Mós. Mós. Eg skal síggja tær til góða har tí fimm hungursár koma enn so tú ikki verður útarmaður, tú og hús títt og øll tey, ið hoyra tær til.? Mós. Nú síggja tit við tykkara egnu eygum, bæði tit og Benjamin beiggi, at tað eri eg, ið tosi við tykkum. Sigið nú pápa frá allari dýrd míni í Egyptalandi og frá øllum tí, ið tit hava sæð, og skundið tykkum at fáa pápa higar!? Áp. So leyp hann um hálsin á bróður sínum Benjamin og græt, og Benjamin græt í ørmum hansara. Og hann kysti allar brøður sínar og græt við bróst teirra. So tosaðu brøður hansara við hann. Tað frættist nú hjá Farao, at brøður Jósef vóru komnir, og bæði Farao og tænarum hansara dámdi hetta væl. Farao segði við Jósef: ?Sig við brøður tínar: ?Soleiðis skulu tit gera: Leggið á kríatúr tykkara og farið heim til Kána'ansland! Komið so higar til mín við faðir tykkara og húsfólki tykkara! So skal eg geva tykkum tað besta í Egyptalandi, og tit skulu eta av fitini í landinum.? Mós. Eg sigi tí við teg, at tú skalt siga við teir: ?Soleiðis skulu tit gera: Tit skulu úr Egyptalandi taka vagnar við tykkum til børn og konur tykkara, og komið higar við faðir tykkara! Hugsið einki um tað, ið tit eiga, tí tað besta í øllum Egyptalandi skal hoyra tykkum til!?? Hetta gjørdu nú synir Ísraels. Og eftir boði Faraos læt Jósef teir fáa vagnar og gav teimum mat við á vegin. Mós. Hann gav teimum ein høgtíðarklædning hvørjum, men Benjamin gav hann seklar av silvuri og høgtíðarklædningar. Faðir sínum sendi hann esil við tí besta, sum í Egyptalandi var, og esilryssur, ið bóru faðir hansara korn og breyð og mat til ferðakost. So læt hann brøður sínar fara, og teir hildu avstað; og hann segði við teir: ?Klandrist ikki á vegnum!? Teir fóru nú heim úr Egyptalandi og komu til Kána'ansland, til Jákup, faðir sín. Og teir bóru honum tíðindi og søgdu: ?Jósef livir enn, og hann ræður yvir øllum Egyptalandi!? Men hjarta hansara varð verandi kalt, tí hann trúði teimum ikki. Men táið teir so søgdu honum alt, ið Jósef hevði sagt við teir, og hann sá vagnarnar, ið Jósef hevði sent eftir honum, tá kom lív í anda Jákups, faðirs teirra, Es. og Ísrael segði: ?Nóg mikið er! Jósef, sonur mín, livir enn! Eg fari avstað at síggja hann, áðrenn eg doyggi!? Mós. KAPITUL Jákup fer til Egyptalands, Ætt hansara, So fór Ísrael avstað við øllum, ið hann hevði, og táið hann kom til Be'erseba, ofraði hann sláturoffur til Gud Ísaks, faðirs síns. Sálm. Josva Es. Áp. Gud segði í eini sjón um náttina við Ísrael: ?Jákup, Jákup!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Mós. Tá segði Hann: ?Eg eri Gud, Gud faðirs tíns! Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands, tí Eg skal gera teg til eitt stórt fólk har! Mós. Mós. Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og Eg skal eisini føra teg aftur haðani; og Jósef skal leggja eygu tíni saman.? Mós. Mós. So fór Jákup avstað úr Be'erseba; synir Ísrael settu Jákup, faðir sín, og børn og konur sínar á vagnarnar, ið Farao hevði sent eftir honum. Teir tóku við sær fæ sítt og alt tað, ið teir áttu, sum teir høvdu vunnið sær í Kána'anslandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum. Synir og sonarsynir sínar, døtur og sonardøtur sínar og alt avkom sítt hevði hann við sær til Egyptalands. Hetta eru nøvnini á sonum Ísrael, ið komu til Egyptalands: Jákup og synir hansara. Hin frumborni Jákups var Ruben. Mós. o.l.; Mós. o.l.; Krøn. kap. Synir Ruben vóru Hanok, Pallu, Hezron og Karmi. Synir Símeon vóru Jemuel, Jamin, Ohad, Jakin, Zohar og Saul, sum hann hevði fingið við eini kána'anitiskari kvinnu. Mós. Krøn. Synir Levi vóru Gerson, Kahat og Merari. Mós. Synir Juda vóru Er, Onan, Sela, Perez og Zera. Men Er og Onan doyðu í Kána'anslandi. Perez átti hesar synir: Hezron og Hamul. Mós. Synir Issakar vóru Tola, Puva, Job og Simron. Synir Zebulon vóru Sered, Elon og Jale'el. Mós. Hetta vóru synir Leu, teir, ið hon átti Jákupi í Paddan-Áram; eisini átti hon honum dótturina Dinu. Synir og døtur vóru tilsamans í tali. Mós. Synir Gad vóru Zifjon, Haggi, Suni, Ezbon, Eri, Arodi og Areli. Mós. Synir Aser vóru Jimna, Jisva, Jisvi og Bria; systir teirra var Sera. Bria átti hesar synir: Heber og Malkiel. Hetta vóru børn Zilpu, sum Laban gav dóttur síni Leu; hon átti Jákupi hesi børnini, í tali. Mós. Synirnir, ið Rakul, kona Jákup, átti, vóru Jósef og Benjamin. Mós. Jósef fekk í Egyptalandi børn við Asenat, dóttur Potifera, prestin í On: Manasse og Efra'im. Mós. Synir Benjamin vóru Bela, Beker, Asbel, Gera, Na'aman, Ehi, Ros, Muppim, Huppim og Ard. Mós. Hetta vóru børnini, ið Jákup fekk við Rakul, tilsamans í tali. Sonur Dan var Husim. Mós. Synir Naftali vóru Jaze'el, Guni, Jezer og Sillem. Hetta vóru synir Bilhu, sum Laban gav dóttur síni Rakul; hon átti Jákupi hesi børnini, tilsamans í tali. Krøn. Øll, ið komu við Jákupi til Egyptalands sum vóru komin av honum vóru tilsamans í tali haraftrat komu sonarkonur Jákup. Og synir Jósef, sum hann fekk í Egyptalandi, vóru tveir. Øll av húsi Jákups, sum komu til Egyptalands, vóru sálir. Hann sendi nú Juda undan sær til Jósef, fyri at leiðin til Gosen skuldi verða víst honum. So komu tey til landið Gosen. Tá læt Jósef seta hestarnar fyri vagn sín og fór til Gosen ímóti Ísrael, faðir sínum; og táið hann kom til hansara, leyp hann um hálsin á honum og græt leingi í ørmum hansara. Mós. Ísrael segði nú við Jósef: ?Lat meg nú bert doyggja, nú ið eg havi sæð andlit títt og veit, at tú livir enn!? Luk. Men Jósef segði við brøður sínar og við øll tey hjá faðir sínum: ?Eg skal fara avstað og lata Farao vita tað og siga við hann: ?Brøður mínir og tey hjá pápa, sum hava búð í Kána'anslandi, eru komin til mín. Hesir menn eru hirðar; teir eru menn, ið halda kríatúr; og smáfæið og neytini og alt tað, ið teir eiga, hava teir havt við sær higar.? Mós. Táið so Farao sendir boð eftir tykkum og spyr: ?Hvat er yrki tykkara?? so skulu tit svara: ?Tænarar tínir hava hildið kríatúr, frá tí vit vóru ungir og líka til nú og fedrar okkara undan okkum!? So sleppa tit at búgva í landinum Gosen; tí allir hirðar eru Egyptum ein andstygd.? KAPITUL Jákup og synir hansara fyri Farao, Jósef leggur jørðina undir Farao, Jákup skipar fyri jarðarferð síni, Jósef fór nú og bar Farao boð um hetta og segði: ?Pápi og brøður mínir eru komnir higar úr Kána'anslandi við smáfæi og neytum sínum og øllum, ið teir eiga, og teir eru nú í Gosen.? Áp. Mós. Hann hevði tikið fimm av brøðrum sínum við sær; teir leiddi hann fram fyri Farao. Farao spurdi tá brøður hansara: ?Hvat er yrki tykkara?? Teir svaraðu: ?Tænarar tínir eru hirðar, vit sum fedrar okkara.? Mós. So søgdu teir við Farao: ?Vit eru komnir at búgva eina tíð her í landinum; tí har er einki gras til seyðin hjá tænarum tínum, við tað at hungursneyðin er so svár í Kána'anslandi; lat tí tænarar tínar sleppa at búgva í landinum Gosen!? Mós. Tá segði Farao við Jósef: ?So faðir tín og brøður tínir eru komnir til tín! Egyptaland liggur tær opið lat faðir tín og brøður tínar búsetast í tí besta partinum av landinum, lat teir búgva í Gosen! Og veitst tú, at dugnaligir menn eru millum teirra, so set teir til yvirhirðar yvir fylgjum mínum!? Jósef fór nú eftir Jákupi, faðir sínum, og leiddi hann fram fyri Farao; og Jákup signaði Farao. Mós. Farao spurdi Jákup: ?Hvussu gamal ert tú?? Jákup svaraði honum: ?Tíðin, ið eg havi livað sum útlendingur, er ár; fáir og óndir hava lívsdagar mínir verið, og teir eru ikki komnir upp til tað áratal, ið fedrar mínir náddu, tíðina ið teir vóru útlendingar!? Krøn. Sálm. Hebr. So signaði Jákup Farao og fór avstað aftur frá honum. Jósef læt faðir sín og brøður sínar búsetast og gav teimum ogn í Egyptalandi, í tí besta partinum av landinum, í landinum Rameses soleiðis sum Farao hevði sagt við hann. Jósef sá teimum til góða, so tey høvdu breyð, faðir hansara, brøður hansara og alt hús faðirs hansara, eftir talinum á børnunum. Mós. Men breyð var ikki til í øllum landinum; tí hungursneyðin var ovurhonds svár, so at Egyptaland og Kána'ansland vóru illa komin av hungri. Jósef savnaði tá til sín allan peningin, sum var í Egyptalandi og Kána'anslandi; hann fekk hann fyri kornið, ið tey keyptu; og Jósef læt peningin bera inn í hús Faraos. Mós. Men táið peningurin var uppi í Egyptalandi og Kána'anslandi, tá komu øll í Egyptalandi til Jósef og søgdu: ?Gev okkum breyð! Skulu vit tá doyggja fyri eygum tínum, fyri tað at peningurin er uppi!? Jósef svaraði: ?Komið við fæi tykkara, so skal eg lata tykkum fáa breyð fyri fæið, táið nú peningurin er uppi!? Teir komu so til Jósef við kríatúrum sínum, og hann gav teimum breyð fyri rossini, smáfæið, neytini og eslini, ið teir høvdu. Soleiðis helt hann tey við breyði tað árið fyri øll kríatúr teirra. So gekk nú hetta árið. Men árið eftir komu tey aftur til hansara og søgdu við hann: ?Vit vilja ikki dylja fyri harra mínum, at peningurin er uppi, og kríatúrini, ið vit áttu, hevur harri mín fingið, so at nú er einki eftir at lata harra mín fáa uttan kroppar okkara og jørð okkara! Skulu vit tá ganga til grundar fyri eygum tínum, bæði vit og jørð okkara! Keyp okkum og jørð okkara fyri breyð, so skulu vit við jørð okkara vera trælir hjá Farao! Gev okkum tá frækorn, so vit kunnu liva og ikki doyggja, og jørðin ikki skal leggjast í oyði!? V So keypti Jósef Farao alla jørðina í Egyptalandi; tí Egyptarnir seldu hvør jørð sína, av tí at hungursneyðin noyddi teir. Soleiðis varð landið ogn Faraos. Og fólkið gjørdi hann til trælir hansara í øllum Egyptalandi, úr enda í enda. Bert jørðina hjá prestunum keypti hann ikki; tí Farao hevði givið prestunum fastar inntøkur, og teir livdu av teimum føstu inntøkum, Farao hevði givið teimum; tí seldu teir ikki jørð sína. Mós. Síðani segði Jósef við fólkið: ?Nú havi eg keypt tykkum og jørð tykkara til Farao; hyggið, her hava tit frækorn, sáið nú akrarnar! Men av grøðini skulu tit lata fimting til Farao, og hinar fýra partarnar skulu tit hava til frækorn í akrar tykkara og til føði fyri tykkum og tey, ið hjá tykkum eru, til føði fyri børn tykkara.? Tey svaraðu: ?Tú eigur lívið í okkum! Lat okkum finna náði fyri eygum harra míns, so skulu vit vera trælir hjá Farao!? Soleiðis gjørdi Jósef tað til eina viðtøku, sum enn í dag stendur við makt í Egyptalandi, at Farao skal hava fimting; bert jørðin hjá prestunum varð ikki ogn Faraos. Ísrael varð nú búgvandi í Egyptalandi, í landinum Gosen; tey fingu sær ogn har og nørdust og vuksu stórliga í tali. Sálm. Áp. Jákup livdi ár í Egyptalandi, so at aldur Jákups, lívstíð hansara, varð ár. Táið tað nú leið at tíðini, ið Ísrael skuldi doyggja, sendi hann boð eftir Jósefi, syni sínum, og segði við hann: ?Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so legg hond tína undir lend mína og lova, at tú skalt vísa mær tann kærleika og ta trúfesti, ikki at jarða meg í Egyptalandi! Mós. Nei, táið eg havi lagt meg til hvílu hjá fedrum mínum, skalt tú føra meg burtur úr Egyptalandi og jarða meg í grøv teirra!? Hann svaraði: ?Eg skal gera, sum tú sigur!? Men hann segði: ?Tú skalt gera mær eið uppá tað!? So gjørdi hann honum eið uppá tað. Tá legði Ísrael seg niður yvir høvdalagið í songini og tilbað. Hebr. KAPITUL Jákup signar Efra'im og Manasse. Nakað eftir hetta vórðu hesi boð borin Jósefi: ?Faðir tín er sjúkur.? Tá fór hann avstað við báðum sonum sínum, Manasse og Efra'im. Mós. Táið tey nú søgdu Jákupi, at Jósef, sonur hansara, var komin til hansara, tá menti Ísrael seg upp og settist upp undir seg. Jákup segði nú við Jósef: ?Gud hin Alvaldi opinberaði Seg fyri mær í Luz í Kána'anslandi og signaði meg Mós. og segði við meg: ?Eg skal lata teg nørast og lata avkom títt verða nógv í tali og gera teg til ein skara av fólkasløgum; og avkomi tínum eftir teg skal Eg geva hetta land í æviga ogn.? Mós. Og nú skulu báðir synir tínir sum tú hevur fingið í Egyptalandi, áðrenn eg kom higar til Egyptalands til tín teir skulu vera mínir; Efra'im og Manasse skulu vera mínir líka so væl sum Ruben og Símeon. Mós. Men børnini, ið tú hevur fingið aftan á teir, tey skulu vera tíni; tey skulu verða kallað eftir brøðrum sínum í arvaluti sínum. Táið eg kom úr Paddan, doyði Rakul frá mær í Kána'anslandi, á ferðini, áðrenn eg var komin rættiliga til Efrat, og eg jarðaði hana har á vegnum til Efrat, tað er Betlehem.? Mós. Táið Ísrael sá synir Jósef, segði hann: ?Hvørjir eru hesir?? Jósef svaraði faðir sínum: ?Hetta eru synir mínir, teir, ið Gud hevur givið mær her.? Tá segði hann: ?Kom higar til mín við teimum, so eg fái signað teir!? Mós. Men eygu Ísraels vóru farin av elli; hann sá einki. Jósef leiddi teir tá yvir til hansara, og hann kysti teir og tók teir í favn. Mós. Sám. Mark. Ísrael segði við Jósef: ?Eg hevði ikki hugsað, at eg skuldi fáa andlit títt at síggja, og nú hevur Gud enntá latið meg fingið børn tíni at síggja!? So tók Jósef teir burtur av knøum hansara og kastaði seg til jarðar á andlit sítt. Síðani tók Jósef teir báðar og leiddi teir yvir til hansara, Efra'im við høgru hond vinstrumegin Ísrael og Manasse við vinstru hond høgrumegin Ísrael. Men Ísrael rætti út høgru hond og legði hana á høvd Efra'ims, tóat hann var tann yngri, og vinstru hond legði hann á høvd Manasse, so at hann krossaði hendurnar; tí Manasse var hin frumborni. V. So signaði hann Jósef og segði: ?Tann Gud, fyri hvørs ásjón fedrar mínir, Ábraham og Ísakur, livdu, tann Gud, sum var hirði mín, frá tí eg varð til og líka til henda dag, Sálm. Hebr. Mós. Eingilin, sum hevur loyst meg út úr øllum illum, Hann signi dreingirnar, so teir verða kallaðir eftir navni mínum og eftir navni Ábrahams og Ísaks, fedra mína, og verða ógvuliga nógvir í tali í landinum!? Sám. Kong. Es. Men táið Jósef sá, at faðir hansara legði høgru hond á høvd Efra'ims, dámdi honum ikki hetta, og hann tók um hondina á faðir sínum og ætlaði at flyta hana av høvdi Efra'ims yvir á høvd Manasse; og Jósef segði við faðir sín: ?Nei, nei, pápi! Hesin er hin frumborni; legg høgru hond á høvd hansara!? Men faðir hansara vildi ikki; hann segði: ?Eg veit tað, sonur mín, eg veit tað! Eisini av honum skal eitt fólk koma, eisini hann skal verða stórur; men hin yngri bróðirin skal verða størri enn hann; avkom hansara skal verða ein mongd av fólkasløgum!? So signaði hann teir henda sama dag og segði: ?Við navni tínum skal Ísrael signa og siga: ?Gud geri teg sum Efra'im og Manasse!?? Hann setti soleiðis Efra'im fremri enn Manasse. Síðani segði Ísrael við Jósef: ?Eg doyggi nú; men Gud skal vera við tykkum og føra tykkum aftur til land fedra tykkara. Mós. Og tær gevi eg fram um brøður tínar ein fjallarygg, sum eg við svørði og boga mínum havi tikið frá Amoritum.? Jóhs. KAPITUL Jákup talar um synir sínar og ætt teirra í komandi tíð, Hann doyr, Nú sendi Jákup boð eftir sonum sínum og segði: ?Komið saman, so skal eg kunngera tykkum tað, ið tykkum skal henda á síðstu døgum! Mós. o.l. Komið higar og hoyrið, tit synir Jákup, lurtið eftir Ísrael, faðir tykkara! Ruben, hin frumborni mín ert tú, máttur mín og fyrsta fruktin av styrki míni, hægstur í heiður og størstur í veldi! Mós. Tú skúmar út av, sum vatnið tú skalt ikki vera fremstur! Tí tú fórst upp í song faðirs tíns tað var skammiligt, sum tú barst teg at upp í song mína fór hann! Mós. Krøn. Símeon og Levi, hetta bróðurparið vápn teirra eru yvirgangsamboð! Sál mín vil einki hava við ráð teirra at gera, æra* mín hevur ongan felagsskap við samkomu teirra! Tí í vreiði síni drópu teir menn, og í sjálvræði sínum lamdu teir neyt! *T.s.s. sál. Mós. o.l. Bannað veri vreiði teirra, sum so ógvislig er, og illsinni teirra, sum so hart er! Eg býti teir sundur í Jákupi, spjaði teir um í Ísrael! Josva o.l. Juda tær skulu brøður tínir prísa, hond tín skal vera á hálsi fígginda tína; synir faðirs tíns skulu boyggja seg fyri tær! Krøn. Ung leyva er Juda frá ráni ert tú komin upp hagar, sonur mín! Hann leggur seg, hann hvílir seg sum leyva, sum honleyva hvør vágar sær at órógva hann! Mós. Ikki skal kongastavurin víkja frá Juda, ei høvdingastavur frá fótum hansara, inntil Hann kemur, sum stavin eigur Honum skulu fólkini vera lýðin. Es. Ef. Hann bindur esil sítt við víntræið, við greinina á víntrænum fylið hjá esilsryssu síni; hann vaskar klæði síni í víni, kappa sín í vínberjablóði. Døkk eru eygu hansara av víni, hvítar tenn hansara av mjólk. Zebulon á strondini við havið skal hann búgva, við strondina, har sum skipini liggja; síða hansara vendir móti Zidon. Josva Mós. Issakar er eitt beinsterkt esil, sum liggur í friði í byrgi sínum. Mós. Honum tykti hvíluna góða og landið hugnaligt; so boygdi hann ryggin undir byrðina og varð ófríur ein trælur! Dan dømir fólk sítt, líka væl sum nøkur av ættum Ísraels. Dóm. Dan skal verða ormur á vegnum, høggormur á gøtuni, sum bítur hestin í fótin, so hann, ið á honum situr, dettur aftur av. Eftir frelsu Tíni bíði eg, HARRI! Sálm. Gad ein fíggindaflokkur ger álop á hann, men til endan er tað hann, ið ger álop. Frá Aser kemur fitin føði hansara; góðgæti sum til kongar hevur hann at geva. Mós. Naftali er kvik hind; yndisliga talu ber hann fram. Dóm. Eitt ungt frukttræ er Jósef, ungt frukttræ við kelduna greinarnar á tí náa upp um múrin. Bogamenn gera seg inn á hann, teir skjóta eftir honum og gera álop á hann. Men stinnur stendur hann har við boga sínum, og hendur og armar hansara eru styrkt av hondum hins veldiga í Jákupi, av Honum, sum er hirðin, kletti Ísraels, av Gudi faðirs tíns Hann skal hjálpa tær! av hinum Alvalda Hann skal signa teg, við signingum av himli haruppi, við signingum úr dýpinum harniðri, við signingum úr bróstum og móðurlívum! Signingar faðirs tíns náa høgt, hægri enn signingar forfedra mína; tær náa upp til dýrd hinna ævigu heyggja tær skulu koma á høvur Jósefs, ja, á høvd hansara, ið er høvdingi millum brøður sínar! Benjamin er úlvur, ið skræðir sundur; um morgunin etur hann tað, ið hann hevur tikið, um kvøldið skiftir hann út fong.? Dóm. Sám. Hetta eru allar ættir Ísraels, tólv í tali, og hetta er tað, ið faðir teirra talaði til teirra, táið hann signaði teir; hvønn teirra signaði hann við serligu signing hansara. Hann álegði teimum og segði við teir: ?Eg verði nú savnaður til fólk mítt; jarðið meg hjá fedrum mínum í hellinum á markini hjá Hetitinum Efron, í hellinum á Makpelamark, beint yvir av Mamre, í Kána'anslandi, markini, ið Ábraham keypti frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga. Mós. Har jarðaðu teir Ábraham og konu hansara, Sáru, har jarðaðu teir Ísak og konu hansara, Rebekku, og har jarðaði eg Leu Mós. á markini og í hellinum, sum keypt varð frá Hetitum.? Nú var Jákup liðugur við tað, ið hann hevði at áleggja sonum sínum; hann tók tá føturnar upp aftur í songina, gav upp andan og varð savnaður til fedrar sínar. KAPITUL Jákup verður jarðaður, Jósef troystar brøður sínar, Jósef doyr, Tá fall Jósef oman yvir andlit faðirs síns, græt og kysti hann. Mós. So segði Jósef við læknarnar, sum vóru millum tænarar hansara, at teir skuldu balsamera faðir hansara. Læknarnir balsameraðu tá Ísrael. Hetta tók dagar so langa tíð tekur at balsamera. Egyptar grótu um hann í dagar. Táið so syrgidagarnir eftir hann vóru úti, segði Jósef við húsfólk Faraos: ?Havi eg funnið náði fyri eygum tykkara, so tosið fyri meg við Farao soleiðis: ?Pápi tók meg í eið og segði: ?Táið eg eri deyður, jarða meg tá í grøvini, sum eg havi latið grava mær í Kána'anslandi!? Lat meg tí fara hagar og jarða pápa eg skal so koma aftur higar!?? Mós. o.l. Farao svaraði: ?Far tú bert og jarða faðir tín, soleiðis sum hann hevur latið teg svørja!? So fór Jósef avstað at jarða faðir sín, og við honum fóru allir tænarar Faraos, teir elstu í húsi hansara og allir teir elstu í Egyptalandi, eisini alt hús Jósefs, og brøður hansara og tey hjá faðir hansara bert børn síni og smáfæið og neytini hjá sær lótu tey verða eftir í Gosen. Bæði vagnar og hestmenn fóru avstað við honum so at tað var ein ógvuliga stórur skari. Táið tey nú komu til Goren-Ha'atad, hinumegin Jordan, hildu tey har eina ovurhonds stóra og hátíðarliga deyðavenan hann helt í dagar syrgihátíð eftir faðir sín. Táið tey, sum búðu í landinum, Kána'anitar, sóu hesa syrgihátíð í Goren-Ha'atad, søgdu tey: ?Tað er ikki eiti av syrgihátíð, ið Egyptar har halda!? Av hesum fekk tað staðið navnið Abel-Mizrajim; tað er hinumegin Jordan. Synir hansara gjørdu tá við hann, sum hann hevði álagt teimum; synir hansara fóru til Kána'ansland við honum og jarðaðu hann í hellinum á Makpelamark, markini, ið Ábraham hevði keypt frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga beint yvir av Mamre. Mós. o.l. Táið Jósef so hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands, bæði hann og brøður hansara og øll tey, ið vóru farin við honum til jarðarferð faðirs hansara. Táið brøður Jósef nú sóu, at faðir teirra var deyður, søgdu teir: ?Bert Jósef ikki fer at kasta hatur á okkum nú og løna okkum aftur alt tað illa, ið vit gjørdu honum!? Teir sendu tí Jósefi boð og lótu siga: ?Áðrenn pápi tín doyði, álegði hann okkum hetta: ?Soleiðis skulu tit siga við Jósef: Góði, fyrigev brøðrum tínum tað, ið teir hava forbrotið seg og syndað tí teir gjørdu illa við teg!? So fyrigev nú okkum, sum eisini tæna Gudi faðirs tíns, misgerð okkara!? Tá græt Jósef, táið teir sendu honum hesi boð. Seinni komu brøður hansara eisini sjálvir og fullu niður fyri honum og søgdu: ?Vit skulu vera tænarar hjá tær!? Mós. Men Jósef segði við teir: ?Óttist ikki! Eri eg tá í Guds stað! Tit høvdu ilt í huga móti mær; men Gud hevði í huga at venda tað til gott fyri at lata henda tað, ið nú hevur hent, og halda nógvum fólki á lívi. Mós. Óttist ikki! Eg skal síggja tykkum og kvinnum og børnum tykkara til góða!? Soleiðis uggaði hann teir og tosaði blídliga við teir. Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, bæði hann og hús faðirs hansara. Jósef varð ár. Jósef fekk at síggja børn Efra'ims í triðja lið; eisini børnini hjá Makir, syni Manasse, vórðu fødd í fangið á Jósefi.* *Fødd, meðan hann livdi. Mós. Og Jósef segði við brøður sínar: ?Eg doyggi nú; men Gud skal vissuliga síggja til tykkara og føra tykkum úr hesum landi til landið, ið Hann við eiði hevur lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi!? Hebr. Og Jósef tók eið av sonum Ísraels og segði: ?Táið nú Gud sær til tykkara, førið tá bein míni burtur hiðani!? Mós. Josva Jósef doyði ára gamal; og hann varð balsameraður og lagdur í kistu í Egyptalandi. Fyrra bræv Pæturs KAPITUL Lov til Gud, sum hevur givið okkum stóra og vissa vón um æviga frelsu, Áminning um í kraft vónarinnar at liva í heilagleika og sum tey, ið endurfødd eru við orði Guds, at vísa bróðurkærleika, sum ikki er eiti, Pætur, ápostul Jesu Krists til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitýnia, útvald eftir fyrivitan Guds Faðirs, í halgan Andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut! Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum, tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð! Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð táið so skal vera hava sorg í alskyns royndum, fyri at roynda trúgv tykkara sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull og tað verður tó roynt við eldi kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. Hann elska tit, tóat tit hava ikki sæð Hann; og tóat tit nú ikki síggja, men trúgva, gleðast tit í Honum við ósigiligari og dýrmettari gleði og náa málið fyri trúgv tykkara frelsu sálanna. Um hesa frelsu var tað, profetar granskaðu og rannsakaðu, teir, sum profeteraðu um náðina, ið tit skuldu fáa. Teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, táið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná. Og teimum varð opinberað, at tað var ikki sær sjálvum, men okkum, teir tæntu við hesum, sum nú er tykkum boðað við teimum, ið hava kunngjørt tykkum evangeliið í Heilaga Andanum, sum sendur varð av Himli hesum, sum einglar tráa eftir at skoða inn í. Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists! Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vitstu ikki betur. Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heiløg í øllum atburði tykkara; tí skrivað er: ?Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur.? Táið tit ákalla Hann sum Faðir, ið dømir uttan at gera mannamun, eftir verki hvørs eins, so livið í ótta útlegdartíð tykkara! Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er silvuri ella gulli tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum. Nei, tað var við dýra blóði Kristusar sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld, sum við Honum trúgva á Gud, ið reisti Hann upp frá hinum deyðu og gav Honum dýrd so at trúgv tykkara er eisini vón til Gud. Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir! Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av; men orð Harrans verður í allar ævir. Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum. KAPITUL Áminning um at vaksa andaliga, lata seg byggja upp á hornsteininum, Kristusi, og ikki liva eftir holdinum, Um lýdni fyri yvirvøldini, Skylda tænara móti harrum, Leggið tí av allan óndskap, alt svik og hykl, alla øvund og alt baktal! Tráið eins og nýfødd børn eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður! Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur, og latið tykkum sjálv sum livandi steinar byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi! Í skriftini stendur jú: ?Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.? Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum til tað vóru tey eisini ætlað. Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heiløg tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt, tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn. Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina! Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin! Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera! Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds. Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin! Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu! Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt. Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt tað finnur náði hjá Gudi. Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara, sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik, sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd. Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara. KAPITUL Skylda hjúna, Áminning um kærleika og spakføri, Líðing, deyði og uppreisn Kristusar, Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína - táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta! Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði, men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart. Soleiðis var tað jú eisini, hinar heiløgu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu. Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar! Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk! Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til at tit skulu arva signing. Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik! Hann vendi sær frá illum og geri gott, hann søki frið og stevni eftir honum! Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt. Og hvør er tann, ið kann gera tykkum ilt, um tit eru íðin fyri hinum góða! Skuldu tit nú liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl. Havið ongan ótta fyri teimum, og verið ikki rædd, nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er tó við spakføri og ótta sum tey, ið hava góða samvitsku so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn. Tí betri er at líða fyri góðan atburð um so er vilji Guds enn fyri ringan. Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum; í honum fór Hann eisini og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðhaldi, teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar átta sálir frelstar við vatni sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists, sum farin er upp til Himmals og er við høgru hond Guds. Honum eru einglar, vøld og kreftir undirløgd. KAPITUL Ávaring um ikki at bera seg at sum heidningarnir, Áminningar viðvíkjandi samfelagslívi hinna kristnu, Hin beina áskoðan viðvíkjandi líðingum, Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur so tit liva, ta tíð tit hava eftir í holdinum, ikki eftir menniskjalystum, men eftir vilja Guds. Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan; tey undrast tí og spotta, táið tit ikki renna við út í sama skammloysisdíki; men tey skulu gera Honum roknskap, sum er til reiðar at døma livandi og deyð. Tí varð evangeliið kunngjørt deyðum við, fyri at tey víst skuldu vera dømd sum menniskju í holdinum, men liva sum Gud í andanum. Men endi als er nær; verið tí árvakin og edrú til bønir! Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda! Verið gestablíð hvørt við annað uttan at meinskast! Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds! Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen. Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum! Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara. Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum. Eingin av tykkum má líða sum manndrápari, tjóvur, illgerðarmaður ella sum tann, ið leggur seg út í viðurskifti annara. Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn. Tíðin er jú komin nú, táið dómurin skal byrja við húsi Guds; og byrjar hann við okkum, hvat verður tá endi teirra, sum eru evangelii Guds ólýðin! Er einki út at geva, at hin rættvísi verður frelstur, hvussu skal tá gangast hinum gudleysa og syndaranum! Tí skulu tey, sum eftir vilja Guds líða, geva hinum trúfasta skapara upp sálir sínar og gera hitt góða. KAPITUL Skyldur hinna elstu, Áminning um eyðmjúkleika og álit á Gudi og um árvakni í bardaga við Djevulin, Heilsanir. Eftirskrift, Hinar elstu millum tykkara áminni eg sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal: Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta, heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar. Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum. Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum Hansara er valdið í aldur og allar ævir. Amen. Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður tað haldi eg hann vera havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at áminna og vitna, at hetta er hin sanna náði Guds, sum tit standa í. Samkoman í Bábylon, útvald eins og tit, letur heilsa tykkum, somuleiðis Markus, sonur mín. Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi! Fyrra Sámuelsbók KAPITUL Sámuel verður føddur, Verður latin til Silo, Í Ramatajim-Zofim á Efra'imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana; hann var sonur Jeroham, son Elihu, son Tohu, son Zuf, ein Efra'imit. Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna, og onnur Peninna; Peninna átti børn, men Hanna ikki. Hesin maður fór á hvørjum ári úr býi sínum at tilbiðja HARRAN Gud herskaranna og ofra til Hansara í Silo; har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri HARRANUM. Og táið dagurin kom, at Elkana bar fram offur sítt, gav hann konu síni Peninnu og øllum sonum og døtrum hennara hvørjum sítt stykki av ofrinum; men Hannu gav hann dupult so stórt stykki; tí hann elskaði Hannu, tóat HARRIN hevði stongt móðurlív hennara. Hin kona hansara plagdi eisini fyri at loypa ilt í hana at arga hana nógv við tí, at HARRIN hevði stongt móðurlív hennara. Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt og so græt hon og vildi einki eta. Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: ?Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?? So var tað, einaferð tey høvdu etið og drukkið í Silo, tá reistist Hanna Eli, presturin, sat á stóli sínum við durastavin í halgidómi HARRANS og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga. Og hon gjørdi lyfti og segði: ?HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!? Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón HARRANS, og Eli fylgdi við eygunum munni hennara; men við tað at Hanna bað innantanna, og bert varrar hennara rørdust, men rødd hennara hoyrdist ikki, so helt Eli hana vera drukna og segði við hana: ?Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!? Men Hanna svaraði: ?Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum; vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS. Halt ikki tænastukvinnu tína vera vánakonufólk! Nei, alla tíðina havi eg talað út av stóru sorg og gremju míni!? Eli svaraði: ?Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!? Tá segði hon: ?Lat tænastukvinnu tína finna náði fyri eygum tínum!? So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út. Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp og tilbóðu fyri ásjón HARRANS; so fóru tey avstað og komu heimaftur til sín sjálvs í Rama. Og Elkana kom konu síni Hannu nær, og HARRIN mintist hana; hon varð við barn og átti son árið eftir og gav honum navnið Sámuel; ?tí? segði hon ?eg havi biðið mær hann frá HARRANUM!? Táið nú Elkana við øllum húsi sínum fór hagar aftur at bera HARRANUM fram hitt árliga ofrið og lyftisoffur sítt, fór Hanna ikki við; tí hon segði við mann sín: ?Eg skal bíða, inntil drongurin er vandur av brósti; tá skal eg fara hagar við honum, so hann kann verða leiddur fram fyri ásjón HARRANS og verða verandi har við alla.? Elkana, maður hennara, segði við hana: ?Ger, sum tær tykir best, verð heima, inntil tú hevur vant hann av brósti! Hevði HARRIN bert uppfylt orð Sítt!? So varð konan tá verandi heima og hevði son sín á brósti, inntil hon vandi hann av. Men táið hon hevði vant hann av, tók hon hann við sær hagar og hevði eisini við sær tríggjar tarvar, efu av mjøli og skinnsekk við víni; so fór hon við honum inn í hús HARRANS í Silo. Men drongurin var enn heilt lítil. So drópu tey ein tarv og fóru síðani inn til Eli við dronginum. Og hon segði: ?Hoyr meg, harri! So satt sum tú livir, harri, eg eri kvinnan, ið stóð her hjá tær og bað til HARRAN. Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um. Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!? Og tey tilbóðu HARRAN har. KAPITUL Hanna syngur lovsong, Synir Eli, Sámuel í halgidóminum, Eli og synir hansara, Dómurin kunngjørdur Eli, Tá bað Hanna og segði: ?Hjarta mítt frøir seg í HARRANUM; hátt er horn mítt lyft upp í HARRANUM; vítt er muður mín latin upp móti fíggindum mínum tí eg gleði meg í frelsu Tíni. Eingin er heilagur sum HARRIN, nei, eingin er uttan Tú, eingin klettur er sum Gud okkara! Talið ikki so mong stór orð, latið ikki frek orð ganga tykkum av munni! Tí HARRIN er Gud, sum veit alt, og Hann vigar gerðir. Bogar kappanna brotna, men hini snávandi gyrða seg við styrki. Tey, sum mett vóru, noyðast at lata seg leiga fyri breyð; men tey, sum liðu hungur, hungra ikki longur. Hin ófruktbara føðir sjey, men hon, ið átti nógvar synir, følnar burtur. HARRIN er tann, ið tekur lív og gevur lív; Hann førir niður í deyðaríkið og førir upp haðani. HARRIN er tann, ið ger fátækan og ger ríkan; Hann eyðmýkir, men Hann lyftir eisini upp. Hann reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir hin fátæka úr skarninum til at seta hann hjá høvdingum og lata hann sita í heiður; tí grundstólpar jarðarinnar hoyra HARRANUM til, og á teir hevur Hann bygt jarðarríki. Hann varðar føtur heiløgu Sína, men gudleys ganga til grundar í myrkri tí ikki við egnum mátti er maður sterkur. Ræðast skal hvør tann, ið stríðir móti HARRANUM; yvir honum letur Hann torna í Himli. HARRIN dømir endar jarðarinnar, og Hann skal geva kongi Sínum styrki og lata horn hins salvaða Síns verða høgt!? So fór Elkana heimaftur til Rama, men drongurin gjørdi tænastu fyri HARRANUM hjá Eli presti. Men synir Eli vóru ringir menn teir løgdu einki í HARRAN. So bóru prestarnir seg at við fólkið: Hvørja ferð onkur kom við ofri, og kjøtið varð kókað, kom tænari prestsins og hevði í hondini gaffil við trimum tindum; hann stakk hann niður í ketilin, pannuna, krukkuna ella pottin, og alt tað, ið gaffilin so hevði upp við sær, tók presturin sum part sín. So gjørdu teir við allar Ísraelsmenn, ið komu hagar til Silo. Ja, enntá áðrenn tað feita var brent, kom tænari prestsins og segði við hann, ið ofraði: ?Kom við kjøti til prest at steikja! Hann vil ikki hava kókað kjøt frá tær, men rátt!? Svaraði maðurin honum tá: ?Fyrst má tað feita brennast; síðani kanst tú taka, so mikið sum teg lystir!? so svaraði hann: ?Nei, nú alt fyri eitt skalt tú koma við tí annars taki eg tað við makt!? Og synd hinna ungu manna var so mikið størri fyri ásjón HARRANS, við tað at fólkið av hesum lærdi at vanvirða offur HARRANS. Men Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón HARRANS, og drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti. Móðir hansara gjørdi honum hvørt ár lítlan kappa; hann hevði hon við til hansara, táið hon fór hagar við manni sínum at bera fram hitt árliga ofrið. Og Eli signaði Elkana og konu hansara og segði: ?HARRIN gevi tær avkom av hesi kvinnu aftur fyri hann, ið hon lænti HARRANUM!? So fóru tey heimaftur. Og HARRIN vitjaði Hannu; hon varð við barn og átti tríggjar synir og tvær døtur. Men drongurin Sámuel vaks upp hjá HARRANUM. Eli var ógvuliga gamal; og táið hann hoyrdi, hvussu synir hansara bóru seg at við alt Ísrael, og at teir lógu hjá kvinnunum, ið gjørdu tænastu við dyr samkomutjaldsins, segði hann við teir: ?Hví bera tit tykkum so at? Eg hoyri frá øllum fólkinum her, at atburður tykkara er ringur. Gerið ikki so, synir mínir! Tað er einki gott orð, ið eg hoyri ganga um tykkum tit villleiða fólk HARRANS! Táið maður syndar móti øðrum manni, so dømir Gud teirra millum; men syndar maður móti HARRANUM, hvør skal tá biðja fyri honum!? Men teir lurtaðu ikki eftir tí, sum faðir teirra segði, tí tað var vilji HARRANS at lata teir doyggja. Men drongurin Sámuel vaks til og varð meiri og meiri avhildin, bæði av HARRANUM og menniskjum. Nú kom ein gudsmaður til Eli og segði við hann: ?So sigur HARRIN: ?Eg opinberaði Meg fyri fedrahúsi tínum, ta ferðina teir vóru í Egyptalandi og máttu træla hjá húsi Faraos. Eg útvaldi tað úr øllum ættum Ísraels til at gera prestatænastu fyri Mær, til at ofra á altari Mínum, brenna roykilsi og bera lívkyrtil fyri ásjón Míni, og Eg gav fedrahúsi tínum øll eldoffur Ísraelsmanna. Hví traðka tit tá sláturoffur og matoffur Mítt undir fótum, ofrini, ið Eg havi givið boð um í bústaði Mínum? Og tú ærir synir tínar meir enn Meg, sum tit gera tykkum til góða við tí besta av øllum offurgávum Ísraels, fólks Míns!? Tí sigur HARRIN Gud Ísraels: ?Víst havi Eg sagt, at hús títt og fedrahús títt til ævigar tíðir skal sleppa at gera tænastu fyri ásjón Míni; men nú? sigur HARRIN ?langt veri tað frá Mær! Nei, tey, ið æra Meg, skal Eg æra, og tey, ið vanvirða Meg, skulu verða til skammar! Tann tíð skal koma, táið Eg høggi av arm tín og arm fedrahúss tíns, so eingin í ætt tíni skal verða gamal. Tú skalt síggja bústað Mín í neyð, tóat HARRIN ger Ísrael so nógv gott, og aldri skal nakar í ætt tíni verða gamal. Einans ein av ætt tíni skal Eg lata vera at beina burt frá altari Mínum so Eg lati eygu tíni sløkna og sál tína ørmaktast men allir, ið vaksa upp í húsi tínum, skulu doyggja í manndómsárum! Og til merki um hetta skalt tú hava tað, ið ráma skal báðar synir tínar, Hofni og Pinehas: Teir skulu báðir doyggja sama dag! Men Eg skal reisa Mær upp trúfastan prest; hann skal gera eftir hjarta Mínum og vilja Mínum; honum skal Eg byggja hús, sum verður standandi, og hann skal allar dagar gera tænastu fyri ásjón hins salvaða Míns.? Tá skal hvør tann, ið eftir er av ætt tíni, koma og kasta seg til jarðar fyri honum, fyri at fáa ein skilling ella eina breyðflís, og siga: ?Góði, set meg í eitt av prestaembætunum, so eg kann hava ein breyðbita at eta!?? KAPITUL Harrin opinberar Seg fyri Sámuel, Sámuel sum profetur, So gjørdi nú drongurin Sámuel tænastu fyri HARRANUM undir Eli. Orð HARRANS var sjáldsamt á teimum døgum sjónir vóru fáar. So var tað ein dagin, meðan Eli lá og svav, har sum hann var vanur at liggja eygu hansara vóru nú so farin, at hann sá einki; og lampa Guds var enn ikki sløknað; Sámuel lá og svav í halgidómi HARRANS, har sum ørk Guds stóð tá rópti HARRIN á Sámuel, og hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Hann skundaði sær so til Eli og segði: ?Her eri eg tú rópti meg!? Men hann svaraði: ?Eg havi ikki rópt teg far bert aftur og legg teg!? So fór hann og legði seg. Tá rópti HARRIN uppaftur: ?Sámuel!? Og Sámuel fór upp og til Eli og segði: ?Her eri eg tú rópti meg!? Men hann svaraði: ?Eg havi ikki rópt teg, sonur mín far bert aftur og legg teg!? Sámuel hevði enn ikki lært HARRAN at kenna, og orð HARRANS var enn ikki opinberað honum. Tá rópti HARRIN triðju ferð: ?Sámuel!? Og hann fór upp og til Eli og segði: ?Her eri eg tú rópti meg!? Tá skilti Eli, at tað var HARRIN, ið rópti á drongin. Eli segði nú við Sámuel: ?Far aftur og legg teg, og rópar Hann á teg, so sig: ?Tala, HARRI tænari Tín hoyrir!?? So fór Sámuel og legði seg, har sum hann átti at liggja. Tá kom HARRIN og stóð har og rópti nú sum áður -: ?Sámuel, Sámuel!? Og Sámuel svaraði: ?Tala tænari Tín hoyrir!? So segði HARRIN við Sámuel: ?Nú skal Eg gera nakað í Ísrael, sum skal fáa tað at ringja fyri báðum oyrum alra teirra, ið hoyra um tað! Tann dag skal Eg lata koma yvir Eli alt tað, ið Eg havi talað um hús hansara, alt frá upphavi til enda! Tí Eg havi kunngjørt honum, at Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir aftur fyri ta misgerð, at hann vitsti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg, og kortini ikki av álvara setti at teimum. Og tí havi Eg svorið um hús Eli: ?Aldri í allar ævir skal misbrot húss Eli kunna bøtast við sláturofri ella við matofri!?? Sámuel varð nú liggjandi inntil um morgunin; tá læt hann upp dyrnar á húsi HARRANS; men hann tordi ikki at siga Eli frá sjónini. Tá rópti Eli Sámuel og segði: ?Sámuel, sonur mín!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Hann segði: ?Hvat var tað, ið Hann segði við teg? Góði, dyl tað ikki fyri mær! Gud lati tær gangast illa bæði nú og hereftir, um tú dylur fyri mær nakað av tí, ið Hann segði við teg!? So segði Sámuel honum frá øllum og duldi einki fyri honum. Og hann segði: ?Hann er HARRIN Hann fer at gera tað, ið Honum tykir best!? Sámuel vaks nú til, og HARRIN var við honum og læt ikki so mikið sum eitt av øllum orðum Sínum falla til jarðar. Alt Ísrael,úr Dan líka til Be'erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS. Og HARRIN helt áfram at lata Seg síggja í Silo; tí HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS. KAPITUL Filistarar vinna sigur á Ísrael og taka ørkina, Eli doyr, Ikabod, Orð Sámuels kom til alt Ísrael, og Ísrael fór móti Filistarum í hernað og tók støðu við Eben-Ezer; Filistarar tóku støðu við Afek. Filistarar fylktu her sín móti Ísrael, og stríðið varð hart; Ísrael tapti fyri Filistarum, og Filistarar feldu á vígvøllinum einar menn. Táið fólkið kom aftur í tilhaldið, søgdu hinir elstu í Ísrael: ?Hví hevur HARRIN í dag latið okkum tapa fyri Filistarum? Komið, fáið okkum sáttmálaørk HARRANS úr Silo, so hon kann vera millum okkara og frelsa okkum av hondum fígginda okkara!? So sendi fólkið boð til Silo, og teir fingu sær haðani sáttmálaørk HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum; og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, vóru við og fylgdu við sáttmálaørk Guds. Táið nú sáttmálaørk HARRANS kom í tilhaldið, skar alt Ísrael í ógvuligt gleðiróp, so jørðin skalv. Táið Filistarar hoyrdu ljóðið av gleðirópinum, søgdu teir: ?Hvat er hatta fyri ógvuligt gleðiróp í tilhaldi Hebreara?? Og teir fingu at vita, at ørk HARRANS var komin í tilhaldið. Tá fall ræðsla á Filistarar; tí teir hugsaðu: ?Gud er komin í tilhaldið!? Og teir søgdu: ?Vanlukkutíð fyri okkum! Slíkt hevur ikki hent áður! Vanlukkutíð fyri okkum! Hvør skal frelsa okkum úr hondunum á hesum veldiga Gudi! Tað var hesin Gud, ið sló Egyptar við alskyns plágum í oyðimørkini! Takið nú mót í tykkum og verið menn, Filistarar, so tit ikki koma at træla hjá Hebrearum, sum teir hava trælað hjá tykkum! Verið menn og berjist!? So herjaðu Filistarar á, og Ísraelsmenn taptu; og teir flýddu hvør heim til sín. Ógvuligt mannafall varð; av fótfólki Ísraelsmanna fullu menn. Ørk Guds varð tikin, og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, fullu. Ein Benjaminitur rýmdi úr bardaganum og kom sama dagin til Silo við sundurskræddum klæðum og mold á høvdinum. Táið hann kom hagar, sat Eli á stóli sínum við portrið og stardi út eftir vegnum, tí hjarta hansara var fult av angist um ørk Guds. Táið nú maðurin kom inn í býin við boðunum, skar allur staðurin í sorgarróp. Eli hoyrdi rópið og segði: ?Hvat er hetta fyri gangur?? Og maðurin skundaði sær og kom og segði Eli tað. Eli var tá ár, og eygu hansara vóru farin, so hann sá einki. Maðurin segði við Eli: ?Tað eri eg, sum eri komin úr bardaganum; eg flýddi úr bardaganum í dag!? Tá spurdi hann: ?Hvussu hevur gingist, sonur mín?? Hann, ið kom við boðskapinum, svaraði: ?Ísrael flýddi fyri Filistarum, og mannafallið millum fólkið var stórt; eisini báðir synir tínir, Hofni og Pinehas, eru falnir og ørk Guds er tikin!? Táið hann nevndi ørk Guds, fall Eli eftir nakkanum aftur av stólinum har við portrið og breyt hálsin og doyði; tí maðurin var gamal og tungur. Hann hevði í ár verið dómari í Ísrael. Men táið sonarkona hansara, kona Pinehas hon var búgvin at hvíla hoyrdi tíðindini um, at ørk Guds var tikin, og at verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir, fall hon niður og átti barnið; tí verkirnir komu á hana. Í deyðastund hennara søgdu kvinnurnar, ið hjá henni stóðu: ?Óttast ikki, tú hevur átt son!? Men hon svaraði ikki og legði ikki í tað. Og hon gav dronginum navnið Ikabod og segði: ?Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael!? tí ørk Guds var tikin, og tí verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir. Hon segði: ?Burtur er dýrdin vikin frá Ísrael; tí ørk Guds er tikin!? KAPITUL Ørkin hjá Filistarum. Táið Filistarar høvdu tikið ørk Guds, fóru teir við henni frá Eben-Ezer til Asdod. Har tóku Filistarar ørk Guds, bóru hana inn í tempul Dagons og settu hana undir liðina á Dagon. Men táið Asdoditar tíðliga morgunin eftir komu hagar, fingu teir at síggja, at Dagon lá fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk HARRANS. Teir tóku tá Dagon og settu hann aftur, har sum hann hevði staðið. Men táið teir dagin eftir aftur komu tíðliga um morgunin, fingu teir at síggja, at Dagon lá uppaftur fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk HARRANS; høvdið og báðar hendurnar vóru av honum brotin og lógu á gáttini; einki var eftir av honum uttan kroppurin. Tí er tað, at prestar Dagons og allir, sum fara inn í tempul Dagons í Asdod, enn í dag ikki stíga á gátt Dagons. Og hond HARRANS lá tung á Asdoditum; Hann forkom teimum og sló tey við svullum, bæði í sjálvum Asdod og í bygdunum har rundanum. Táið Asdoditar sóu, at tað gekk á henda hátt, søgdu teir: ?Ørk Ísraels Guds skal ikki verða verandi hjá okkum, tí hond Hansara liggur hørð á okkum og á Dagon, gudi okkara!? Teir sendu tá boð og kallaðu saman hjá sær allar filistarahøvdingarnar og søgdu: ?Hvat skulu vit gera við ørk Ísraels Guds?? Teir svaraðu: ?Ørk Ísraels Guds skal verða flutt til Gat!? So fluttu teir ørk Ísraels Guds hagar. Men eftir at teir høvdu flutt hana hagar, kom hond HARRANS yvir staðin og voldi mikla ræðslu; Hann sló fólkið har, bæði smá og stór, so at svullir brutu út á teimum. Tá sendu teir ørk Guds til Ekron; men táið ørk Guds kom til Ekron, róptu Ekronitar: ?Teir hava flutt ørk Guds higar til mín at gera enda á mær og fólki mínum!? Og teir sendu boð og kallaðu saman allar filistarahøvdingarnar og søgdu: ?Sendið ørk Ísraels Guds avstað og latið hana koma aftur, hagar sum hon eigur at vera, so hon ger ikki enda á mær og fólki mínum!? Tí deyðaræðsla var komin á allan staðin; hond Guds lá ógvuliga tung á honum. Tey av fólkinum, sum ikki doyðu, vórðu sligin við svullum, so at neyðarrópið úr staðnum steig upp til Himmals. KAPITUL Ørkin send aftur. Sjey mánaðir var ørk HARRANS í Filistaralandi. Tá kallaðu Filistarar saman prestarnar og spámenninar og søgdu: ?Hvat skulu vit gera við ørk HARRANS? Sigið okkum, hvussu vit skulu bera okkum at, táið vit senda hana, hagar sum hon eigur at vera!? Teir svaraðu: ?Táið tit senda ørk Ísraels Guds aftur, mugu tit ikki senda hana við ongari gávu; tit mugu senda Honum skyldoffur aftur við henni; so verða tit grødd, og tá skulu tit fáa at vita, hví hond Hansara víkir ikki frá tykkum.? Teir spurdu tá: ?Hvat skyldoffur skulu vit senda Honum aftur við henni?? Teir svaraðu: ?Fimm gullsvullir og fimm gullmýs, svarandi til talið á filistarahøvdingunum; tí tað er ein og sama plága, ið hevur rámt tykkum og høvdingar tykkara. Tit skulu gera myndir av svullum tykkara og myndir av músunum, ið oyða land tykkara, og soleiðis geva Gudi Ísraels dýrdina; kanska Hann tá tekur tungu hond Sína burtur av tykkum, av gudi tykkara og av landi tykkara. Hví vilja tit herða hjarta tykkara, sum Egyptar og Farao herdu hjarta sítt! Noyddust teir ikki at sleppa teimum og lata tey fara, táið Hann hevði latið teir fáa mátt Sín at kenna! Takið tí og gerið nýggjan vagn, og takið so tvær kýr, sum nýliga hava kálvað, og sum ikki ok hevur verið á, setið kýrnar fyri vagnin, men takið kálvarnar frá teimum og leiðið teir heimaftur! Takið so ørk HARRANS og setið hana á vagnin, leggið hesar gullgripir, sum tit senda Honum í skyldoffur aftur við henni, í skrín við lið hennara, og sendið hana so avstað! Ansið so eftir, um hon tekur leiðina heim til sítt egna land, til Bet-Semes! Tí so er tað Hann, ið hevur volt okkum hesa stóru vanlukku; men um ikki, so vita vit, at tað er ikki hond Hansara, ið hevur rámt okkum, men at hetta er bert nakað, ið hevur borist so til.? Menninir so gjørdu; teir tóku tvær kýr, sum nýliga høvdu kálvað, og settu tær fyri vagnin; men kálvarnar stongdu teir inni í fjósinum. Síðani settu teir ørk HARRANS á vagnin saman við skríninum við gullmúsunum og svullunum. Men kýrnar fóru beina leiðina til Bet-Semes; tær gingu sama veg alla tíðina og beljaðu alla tíðina; tær viku hvørki til høgru ella til vinstru; og filistarahøvdingarnir gingu aftan á teimum líka til landamarkið við Bet-Semes. Táið fólkið í Bet-Semes sum júst fekst við at heysta hveiti í dalinum hugdi upp og fekk at síggja ørkina, komu tey glað rennandi ímóti henni; og táið vagnurin var komin inn á akur Josva í Bet-Semes, steðgaði hann. Har lá ein stórur steinur. Teir høgdu tá sundur viðin, ið vagnurin var gjørdur úr, og ofraðu kýrnar sum brennioffur til HARRAN. Levitarnir tóku so ørk HARRANS niður, og skrínið, ið hjá henni stóð, tað, sum gullgripirnir vóru í, og settu hana á henda stóra steinin; og menninir í Bet-Semes ofraðu henda sama dagin brennioffur og sláturoffur til HARRAN. Táið teir fimm filistarahøvdingarnir høvdu sæð hetta, fóru teir sama dag aftur til Ekron. Hetta eru gullsvullirnir, ið Filistarar góvu Harranum í skyldoffur: Ein fyri Asdod, ein fyri Gaza, ein fyri Askalon, ein fyri Gat og ein fyri Ekron. Gullmýsnar svaraðu til talið á øllum filistarabýunum, sum tilhoyrdu teimum fimm høvdingunum, bæði teimum víggirdu støðunum og bygdunum. Hin stóri steinurin, ið teir settu ørk HARRANS á, er enn í dag vitni um hetta, á akri Josva í Bet-Semes. Men HARRIN sló nakrar av monnunum í Bet-Semes, fyri tað at teir høvdu hugt at ørk HARRANS menn av fólkinum sló Hann; og fólkið syrgdi, tí HARRIN hevði gjørt so stórt mannafall millum fólkið. Og Bet-Semesitar søgdu: ?Hvør kann standa fyri HARRANUM, hesum heilaga Gudi! Og hvønn skal Hann fara til frá okkum?? So sendu teir boð til teirra, sum búðu í Kirjat-Jearim, og lótu siga: ?Filistarar hava sent ørk HARRANS aftur; komið higar og flytið hana til tykkara!? KAPITUL Ísraelsmenn venda við, Teir vinna sigur á Filistarum, Sámuel sum dómari, Menninir í Kirjat-Jearim komu tá og fluttu ørk HARRANS hagar til sín og bóru hana inn í hús Abinadabs á Heygnum; son hansara Eleazar halgaðu teir til at varðveita ørk HARRANS. Frá tí degi, ið ørkin kom til Kirjat-Jearim, gekk nú long tíð, heili tjúgu ár gingu; tá suffaði alt hús Ísraels eftir HARRANUM. Og so segði Sámuel við alt hús Ísraels: ?Ætla tit at venda við til HARRAN av øllum hjarta tykkara, so beinið burtur hinar fremmandu gudar og Astarturnar, vendið hjarta tykkara til HARRAN og tænið Honum eina! So skal Hann bjarga tykkum av hondum Filistara.? Tá beindu Ísraelsmenn burt Ba'alarnar og Astarturnar og tæntu HARRANUM eina. Nú segði Sámuel: ?Kallið saman alt Ísrael í Mizpa! So skal eg biðja til HARRAN fyri tykkum.? Teir komu tá saman í Mizpa; teir oystu vatn og útheltu tað fyri ásjón HARRANS, og teir fastaðu tann dagin og játtaðu har: ?Vit hava syndað móti HARRANUM!? Síðani dømdi Sámuel Ísraelsmenn í Mizpa. Táið Filistarar hoyrdu, at Ísraelsmenn vóru komnir saman í Mizpa, hildu filistarahøvdingarnir avstað hagar, móti Ísrael; táið Ísraelsmenn frættu tað, vórðu teir ræddir fyri Filistarum. Ísraelsmenn søgdu við Sámuel: ?Gev ikki uppat at rópa til HARRAN Gud okkara fyri okkum, at Hann frelsir okkum av hondum Filistara!? Tá tók Sámuel eitt lamb, sum seyg mammuna, og ofraði tað heilt sum brennioffur til HARRAN; og Sámuel rópti til HARRAN fyri Ísrael, og HARRIN bønhoyrdi hann. Tí meðan Sámuel ofraði brenniofrið, og Filistarar herjaðu á til bardaga móti Ísrael, sendi HARRIN sama dag eitt øgiligt toruveður yvir Filistarar og loypti ræðslu á teir, so teir taptu fyri Ísrael. Og menn Ísraels gjørdu álop úr Mizpa, hildu eftir Filistarum og høgdu teir niður líka til niðan fyri Bet-Kar. Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: ?Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!? Soleiðis vórðu Filistarar kúgaðir, og teir komu ikki inn aftur í Ísraelsland; hond HARRANS lá tung á Filistarum, so leingi sum Sámuel livdi. Býirnar, ið Filistarar høvdu tikið frá Ísrael, fekk Ísrael aftur, frá Ekron líka til Gat; eisini landið har rundanum tóku Ísraelsmenn frá Filistarum. Millum Ísrael og Amoritar var friður. Sámuel var dómari í Ísrael, so leingi sum hann livdi. Á hvørjum ári ferðaðist hann um til Betel, Gilgal og Mizpa og dømdi Ísrael á øllum hesum støðum. So fór hann heimaftur til Rama; tí har búði hann, og har dømdi hann Ísrael. Hann reisti HARRANUM altar har. KAPITUL Synir Sámuel, Ísraelsmenn krevja kong, Táið Sámuel var vorðin gamal, setti hann synir sínar til dómarar í Ísrael. Hin frumborni sonur hansara æt Jóel, og hin sonur hansara Abia; teir dømdu í Be'erseba. Men synir hansara gingu ikki í fótasporum hansara; teir lógu eina eftir egnum vinningi, tóku mutur og boygdu rættin. Tá komu allir hinir elstu í Ísrael saman, fóru til Sámuel í Rama og søgdu við hann: ?Tú ert nú vorðin gamal, og synir tínir ganga ikki í fótasporum tínum. Set okkum tí nú kong at døma okkum, eins og allar aðrar tjóðir hava!? Men tað dámdi Sámuel illa, at teir søgdu: ?Gev okkum kong, sum kann døma okkum!? Og Sámuel bað til HARRAN. Tá segði HARRIN við Sámuel: ?Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg! Tað er ikki teg, ið teir vraka; tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til kong longur. Sum teir hava borið seg at móti Mær, frá tí degi Eg leiddi teir út av Egyptalandi og líka til henda dag teir vendu Mær bakið og dýrkaðu aðrar gudar so bera teir seg nú at móti tær við! Men akta nú orð teirra! Tó skalt tú av álvara vitna fyri teimum og minna teir um, hvussu hann fer at bera seg at, kongurin, ið kemur at ráða yvir teimum!? Alt hetta, ið HARRIN hevði sagt, segði nú Sámuel fólkinum, sum kravdi hann eftir kongi. Hann segði: ?So fer hann at bera seg at, kongurin, ið kemur at ráða yvir tykkum: Synir tykkara fer hann at taka og seta teir við vagn sín og hestar sínar, so teir noyðast at renna fyri vagni hansara; hann fer at seta teir til høvuðsmenn yvir túsund og høvuðsmenn yvir fimti, til at pløga og heysta hjá sær og til at gera sær krígsamboð og vagntól. Døtur tykkara fer hann at taka og seta tær at blanda salvur, at kóka og baka. Tað besta av jørð tykkara og víngørðum og oljugørðum tykkara fer hann at taka og geva tænarum sínum. Hann fer at taka tíggjund av økrum og víngørðum tykkara og geva hirðmonnum og tænarum sínum. Trælir og trælkvinnur tykkara og bestu dreingir tykkara, somuleiðis neyt og esil tykkara, fer hann at taka og hava at arbeiða hjá sær. Av smáfæi tykkara fer hann at taka tíggjund og sjálvir skulu tit verða trælir hansara! Táið tit so ein dag rópa til HARRAN undan kongi tykkara, sum tit hava valt tykkum, skal HARRIN ikki svara tykkum!? Men fólkið vildi ikki lurta efur Sámuel; teir søgdu: ?Nei, vit vilja hava kong yvir okkum! Vit vilja vera sum allar hinar tjóðirnar; kongur okkara skal døma okkum, og hann skal fara út á odda hjá okkum og føra kríggj okkara!? Táið Sámuel hevði hoyrt alt, ið fólkið segði, bar hann tað fram fyri HARRAN. Og HARRIN segði við Sámuel: ?Akta orð teirra og set kong yvir tey!? Sámuel segði tá við Ísraelsmenn: ?Farið heimaftur, hvør til bý sín!? KAPITUL Saul kemur til Sámuel. Í Benjamin var maður, ið æt Kis; hann var sonur Abiel, son Zeror, son Bekorat, son Afia, ein Benjaminit; hann var múgvandi maður. Hann hevði son, ið æt Saul, prúðan og vakran; eingin av Ísraelsmonnum var vakrari enn hann; hann var høvdið hægri enn alt fólkið. Nú saknaðust einaferð nøkur esil hjá Kis, faðir Saul; Kis segði tá við son sín Saul: ?Tak ein av dreingjunum við tær og far og leita eftir eslunum!? Teir fóru so fyrst um Efra'imsfjøll og um Salisaland, men funnu tey ikki; so fóru teir um Sa'alimsland, men heldur ikki har vóru tey; síðani fóru teir um Benjaminsland, men funnu tey ikki. Táið teir komu til Zufsland, segði Saul við drongin, ið við honum var: ?Kom, lat okkum fara heimaftur, so pápi ikki verður ræddur um okkum í staðin fyri at hugsa um eslini!? Men hann svaraði honum: ?Í býnum har er ein gudsmaður, sum er navngitin; alt gongur, sum hann sigur. Lat okkum fara hagar! Hann kann óivað siga okkum okkurt um hesa ferð, ið vit eru farnir.? Tá segði Saul við drongin: ?Ja, lat okkum fara hagar! Men hvat skulu vit geva manninum? Einki breyð er eftir í taskum okkara, og vit hava heldur onga aðra gávu at geva gudsmanninum. Hvat hava vit?? Drongurin svaraði uppaftur Saul: ?Eg havi her hjá mær fjórðingin av einum sekli av silvuri; tað kanst tú geva gudsmanninum, so man hann fara at siga okkum, hvørja leið vit skulu halda.? Fyrr í tíðini plagdu tey at siga í Ísrael, táið tey fóru at fáa vilja Guds at vita: ?Komið, latið okkum fara til síggjaran!? Tí tann, ið nú á døgum kallast profetur, hann kallaðist fyrr í tíðini síggjari. Tá segði Saul við drongin: ?Tú hevur rætt kom, lat okkum fara hagar!? So fóru teir til býin, har sum gudsmaðurin var. Meðan teir nú gingu niðan brekkuna til býin, hittu teir nakrar ungar gentur, ið komu út eftir vatni, og teir søgdu við tær: ?Er síggjarin her?? Tær svaraðu teimum: ?Ja, júst nú er hann her. Skunda tær nú, hann er komin higar til býin í dag, tí fólkið heldur í dag offurgildi á heygnum! Táið tit koma inn í býin, hitta tit hann við tað sama, áðrenn hann fer niðan á heyggin til máltíðina; fólkið fer ikki til borðs, fyrrenn hann kemur, tí hann skal signa ofrið; ikki fyrrenn tá seta teir seg til borðs, sum bodnir eru. Farið bert niðan, tí júst nú kunnu tit hitta hann!? Teir fóru nú niðan í býin, og í tí teir komu inn um portrið, kom Sámuel gangandi ímóti teimum og skuldi niðan á heyggin. Men dagin fyri sum Saul kom, hevði HARRIN opinberað Sámuel hetta: ?Um hesa tíðina í morgin sendi Eg mann úr Benjaminslandi til tín; hann skalt tú salva til høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael; hann skal frelsa fólk Mítt úr hondum Filistara. Tí Eg havi vent Mær til fólk Mítt, neyðarróp teirra eru komin upp til Mín!? Og við tað sama sum Sámuel sá Saul, segði HARRIN við hann: ?Hygg, hatta er maðurin, ið Eg segði við teg um: ?Hann skal stjórna fólki Mínum!?? Saul fór nú til Sámuel mitt í portrinum og segði: ?Ger so væl og sig mær, hvar síggjarin býr!? Sámuel svaraði: ?Síggjarin tað eri eg; far undan mær niðan á heyggin, tú skalt eta við mær í dag! Í morgin skal eg fylgja tær á leið og siga tær alt, ið tú hugsar um. Tí eslunum, ið tú misti burtur fyri trimum døgum síðani, skalt tú ikki stúra fyri; tey eru funnin. Og hvørjum tilhoyrir alt hitt besta í Ísrael, um ikki tær og øllum fedrahúsi tínum?? Tá svaraði Saul: ?Eri eg ikki úr Benjamin, hoyri eg ikki til eina ta minstu ætt Ísraels! Og er ikki slekt mín tann, ið minst hevur at týða av øllum slektum í ætt Benjamins! Hví sigur tú slíkt við meg?? Men Sámuel tók Saul og drong hansara, fór inn í gildishøllina við teimum og læt teir seta seg ovastar millum teirra, ið bodnir vóru har vóru einir menn. Sámuel segði nú við kokkin: ?Gev mær hatta stykkið, ið eg fekk tær og segði, at tú skuldi goyma!? Kokkurin bar tá fram tjógvið og hárónna og setti fyri Saul. Og Sámuel segði: ?Hygg, her er tað, ið goymt varð, sett fyri teg et nú! Tí til hesa stund varð tað goymt til tín táið eg segði: ?Eg havi boðið fólkinum.?? Saul át so við Sámuel henda dagin. So fóru teir oman av heygnum og inn í býin. Síðani sat hann uppi á takinum og tosaði við Saul. Tíðliga morgunin eftir, táið lýsti, rópti Sámuel Saul upp á takið og segði: ?Ger teg til, so skal eg fylgja tær á leið!? So gjørdi Saul seg til, og teir fóru avstað báðir, hann og Sámuel. Táið teir nú vóru komnir út úr býnum, segði Sámuel við Saul: ?Sig við drongin, at hann skal fara undan? og hann fór ?men steðga tú nú her, so skal eg lata teg hoyra tað, sum Gud hevur sagt!? KAPITUL Sámuel salvar Saul til kong, Saul ímillum profetarnar, Saul kemur heim, Verður við lutakasti valdur til kong, Nú tók Sámuel oljufløskuna, helti oljuna út yvir høvd hansara, kysti hann og segði: ?Hevur HARRIN ikki salvað teg til høvdinga yvir fólki Sínum, Ísrael! Táið tú í dag skilst frá mær, skalt tú hitta tveir menn við grøv Rakular við mark Benjamins, í Zelza og teir fara at siga við teg: ?Eslini, ið tú fórt at leita eftir, eru funnin; tey hugsar faðir tín ikki um longur, men nú er hann ræddur um tykkum og sigur: ?Hvat skal eg gera fyri at fáa son mín aftur??? Táið tú ert komin eitt sindur longur og kemur til Taborseik, skalt tú har hitta tríggjar menn, ið eru á veg til Gud í Betel; ein ber trý geitarlomb, ein ber trý breyð, og ein ber skinnsekk við víni. Teir fara at heilsa tær og geva tær tvey breyð sum tú skalt taka við. So kemur tú til Gibea Guds, har sum Filistarar hava vaktarmenn sínar, og táið tú kemur hagar til býin, skalt tú koma fram á ein flokk av profetum, ið koma oman av heygnum í profetiskari burturrykking, við hørpum, trummum, floytum og sitarum. Andi HARRANS skal tá koma yvir teg, so tú fert at profetera eins og teir og verður annað menniskja. Táið tú sært hesi tekinini henda, kanst tú óræddur gera tað, ið fyrifellur, tí Gud er við tær. Far tú undan mær til Gilgal! So skal eg koma hagar til tín, at ofra brennioffur og takkoffur; sjey dagar skalt tú bíða inntil eg komi og sigi tær, hvat tú skalt gera!? Táið Saul nú vendi sær og fór avstað frá Sámuel, gav Gud honum annað hjarta, og henda sama dag hendu øll hesi tekinini. Táið hann kom til Gibea, kom ein flokkur av profetum ímóti honum; og Andi Guds kom yvir hann, og hann profeteraði mitt ímillum teirra. Táið tá øll tey, ið høvdu kent hann áður, sóu, at hann var komin í profetiska burturrykking saman við profetunum, søgdu tey hvørt við annað: ?Hvussu er vorðið við syni Kis? Er eisini Saul millum profetarnar?? Tá svaraði ein maður haðani av plássinum: ?Hvør man vera faðir teirra?? Tí er hetta vorðið orðtak: ?Er eisini Saul millum profetarnar?? Táið hin profetiska burturrykking hansara var av, fór hann niðan á offurheyggin. Faðirbróðir* Saul spurdi nú hann og drong hansara: ?Hvar hava tit verið?? Hann svaraði: ?Vit hava verið úti og leitað eftir eslunum, og við tað at vit funnu tey ikki, fóru vit til Sámuel.? Tá segði faðirbróðir Saul: ?Sig mær, hvat Sámuel segði við tykkum!? Saul svaraði: ?Hann segði okkum, at eslini vóru funnin!? Men tað, ið Sámuel hevði sagt um kongadømið, segði hann honum ikki. Nú stevndi Sámuel fólkinum saman til HARRAN í Mizpa. Og hann segði við Ísraelsmenn: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: ?Eg leiddi Ísrael út av Egyptalandi og frelsti tykkum av hondum Egypta og frá øllum ríkjunum, ið kúgaðu tykkum. Men nú vraka tit Gud tykkara, Hann, sum frelsti tykkum úr øllum vanlukkum og trongdum tykkara, og tit siga við Hann: ?Nei, kong skalt Tú seta yvir okkum!?? So stígið nú fram fyri ásjón HARRANS, ætt eftir ætt, og slekt eftir slekt!? Sámuel læt nú allar ættir Ísraels stíga fram, og luturin fall á ætt Benjamins. So læt hann ætt Benjamins stíga fram, slekt eftir slekt, og luturin fall á slekt Matri. Síðani fall luturin á Saul, son Kis. Men táið leitað varð eftir honum, var hann ikki at finna. Tá spurdu teir uppaftur HARRAN: ?Er maðurin komin higar?? HARRIN svaraði: ?Hann krógvar seg millum ferðagóðsið.? Teir lupu tá hagar eftir honum, og táið hann nú steig fram millum fólkið, var hann høvdið hægri enn alt fólkið. Sámuel segði við alt fólkið: ?Síggja tit hann, ið HARRIN hevur útvalt! Líki hansara er ikki í øllum fólkinum!? Tá skar alt fólkið í gleðiróp: ?Kongur livi!? Nú talaði Sámuel við fólkið um rætt kongadómsins og skrivaði tað í bók, sum hann legði fyri ásjón HARRANS. So læt Sámuel alt fólkið fara, hvønn heim til sín sjálvs. Eisini Saul fór heimaftur til Gibea og við honum fylgdi tann flokkurin, hvørs hjarta Gud hevði rørt. Men nakrir gudleysir menn søgdu: ?Hvat skal hann kunna hjálpa okkum!? Og teir vanvirdu hann og bóru honum ongar gávur. Men hann lætst, sum hann hoyrdi tað ikki. KAPITUL Saul vinnur sigur á Ammonitum. Nú kom Nahas Ammonitur og kringsetti Jabes í Gilead. Tá søgdu allir menninir í Jabes við Nahas: ?Ger sáttmála við okkum, so skulu vit tæna tær!? Men Nahas Ammonitur svaraði teimum: ?Ja, men tey kor seti eg, um eg skal gera sáttmála við tykkum, at eg stingi út høgra eyga á tykkum øllum øllum Ísrael til skomm!? Tá søgdu teir elstu í Jabes við hann: ?Gev okkum freist í sjey dagar, so vit fáa sent boð um alt Ísraelsland! Er tá eingin, ið kemur okkum til hjálpar, skulu vit geva okkum í hendur tínar!? Táið sendiboðini komu til Gibea Sauls og bóru ørindi síni fram fyri fólkið, skar alt fólkið í grát. Saul kom júst tá heimaftur av markini, gangandi aftan á oksum sínum, og hann spurdi: ?Hvat bagir fólkinum tey gráta so?? Teir søgdu honum tá tað, ið menninir úr Jabes høvdu sagt. Táið Saul hoyrdi hetta, kom Andi Guds yvir hann, og vreiði hansara tendraðist ógvuliga. Hann tók tveir oksar, høgdi teir sundur, sendi menn um í øllum landi Ísraels við stykkjunum og læt siga: ?Tann, ið ikki fylgir eftir Saul og Sámuel, við oksar hansara skal verða gjørt so!? Tá fall ræðsla frá HARRANUM á fólkið, og teir hildu avstað sum ein maður. Í Bezek taldi hann herin, og har vóru Ísraelsmenn og mans úr Juda. So segði hann við sendiboðini, ið komin vóru: ?So skulu tit siga við menninar í Jabes í Gilead: ?Í morgin, táið sólin brennir sum heitast, skulu tit fáa hjálp!?? Táið sendiboðini komu og bóru monnunum í Jabes hesi boð, vórðu teir glaðir. So søgdu teir [við Ammonitar]: ?Í morgin skulu vit geva okkum upp í hendur tykkara, so fara tit at gera við okkum, sum tit vilja!? Dagin eftir býtti Saul herin sundur í tríggjar flokkar, og á morgunvøkuni herjaðu teir á Ammonitar, har sum teir høvdu tikið støðu, og høgdu teir niður líka til miðjan dag; teir, ið eftir vórðu, spjaddust sundur, so ikki tveir av teimum vóru saman. Tá segði fólkið við Sámuel: ?Hvørjir vóru teir, ið søgdu: ?Skal Saul vera kongur yvir okkum!? Lat okkum fáa fatur á teimum monnum, so skulu vit drepa teir!? Men Saul segði: ?Í dag skal eingin verða dripin, tí í dag hevur HARRIN givið Ísrael sigur!? Sámuel segði nú við fólkið: ?Komið, latið okkum fara til Gilgal og har staðfesta kongadømið!? So fór alt fólkið til Gilgal, og fyri ásjón HARRANS gjørdu teir har í Gilgal Saul til kong; og teir ofraðu har takkoffur fyri ásjón HARRANS. Saul og allir Ísraelsmenn vóru ógvuliga glaðir. KAPITUL Røða Sámuels til fólkið. Tá segði Sámuel við alt Ísrael: ?Nú havi eg aktað tykkum í øllum, sum tit hava sagt við meg, og sett kong yvir tykkum. So hava tit nú kong at stýra tykkum. Eg eri gamal og gráur, og synir mínir eru nú ímillum tykkara, men eg havi stýrt hjá tykkum, frá tí eg var ungur og líka til henda dag. Hyggið, her standi eg! Vitnið nú móti mær, meðan HARRIN og hin salvaði Hansara hoyra: Hvørjum havi eg tikið oksan frá? Hvørjum havi eg tikið eslið frá? Hvønn havi eg kúgað? Hvørjum havi eg gjørt órætt? Hvørjum havi eg tikið gávu frá og fyri tann skuld latið eyguni aftur? Um so er, so skal eg lata tykkum fáa viðurlag fyri tað!? Teir svaraðu: ?Tú hevur ikki kúgað okkum og ongan órætt gjørt okkum, ei heldur tikið nakað frá nøkrum!? Tá segði hann við teir: ?So er HARRIN vitni móti tykkum í dag, og hin salvaði Hansara er vitni við, at tit einki hava funnið hjá mær!? Fólkið svaraði: ?Ja, Hann er vitni!? Nú segði Sámuel við fólkið: ?Ja, HARRIN er vitni, Hann, sum læt Móses og Áron stíga fram, og sum leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi! Stígið nú fram, so skal eg fyri ásjón HARRANS halda uppgerð við tykkum um allar rættvísigerðir HARRANS, sum Hann hevur gjørt móti tykkum og fedrum tykkara! Táið Jákup var komin til Egyptalands, róptu fedrar tykkara til HARRAN, og HARRIN sendi Móses og Áron, sum leiddu fedrar tykkara út av Egyptalandi og læt teir búseta seg her í landinum. Men teir gloymdu HARRAN Gud sín, og Hann gav teir í hendur Sisera, herhøvdingans í Hazor, og í hendur Filistara og móabskongs, so teir herjaðu á teir. Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: ?Vit hava syndað, tí vit hava vent HARRANUM bakið og dýrkað Ba'alarnar og Astarturnar! Men bjarga okkum nú av hondum fígginda okkara, so skulu vit tæna Tær!? So sendi HARRIN Jerubba'al, Bedan*, Jefta og Sámuel og bjargaði tykkum av hondum fígginda tykkara rundanum, so tit fingu búð tryggir. Men táið tit sóu, at Nahas ammonitakongur herjaði á tykkum, søgdu tit við meg: ?Nei, kongur skal ráða yvir okkum!? Og HARRIN Gud tykkara var tó kongur tykkara! Og nú her stendur kongurin, sum tit hava valt og kravt HARRIN hevur sett kong yvir tykkum! Óttast tit nú HARRAN og tæna Honum og akta Hann, so tit ikki standa orði HARRANS ímóti, men fylgja HARRANUM Gudi tykkara eftir, bæði tit og kongurin, ið yvir tykkum ræður, [so skal HARRIN vera við tykkum]. Men akta tit ikki HARRAN, men standa orði HARRANS ímóti, so skal hond HARRANS vera móti tykkum sum móti fedrum tykkara. Stígið nú fram og síggið tað veldiga verk, ið HARRIN fer at gera fyri eygum tykkara! Hava vit ikki hveitiheyst nú! Men eg skal rópa til HARRAN, og Hann skal senda toru og regn so tit kunnu sanna og síggja, at tað í eygum HARRANS var stórt misbrot, ið tit gjørdu, táið tit kravdu kong!? Sámuel rópti nú til HARRAN, og HARRIN sendi henda sama dag toru og regn. Tá fall stórur ótti á alt fólkið fyri HARRANUM og Sámuel. Og alt fólkið segði við Sámuel: ?Bið til HARRAN Gud tín fyri tænarum tínum, so vit doyggja ikki fyri tað, at vit aftrat øllum hinum syndum okkara hava lagt hetta misbrotið at krevja kong!? Tá segði Sámuel við fólkið: ?Óttist ikki! Víst hava tit gjørt alt hetta illa, men víkið nú bert ikki frá HARRANUM, men tænið HARRANUM av øllum hjarta tykkara! Farið ikki av leið! Tí so mugu tit fylgja hinum tómu avgudum, sum hvørki kunnu hjálpa ella frelsa, tí teir eru berur tómleiki. Tí fyri stóra navns Síns skuld skal HARRIN ikki venda fólki Sínum bakið við tað at tað nú var vilji HARRANS at gera tykkum til fólk Sítt. Og eg langt veri tað frá mær at synda móti HARRANUM og geva uppat at biðja fyri tykkum! Eg skal eisini vísa tykkum hin góða og beina veg. Men óttist HARRAN og tænið Honum av sonnum, av øllum hjarta tykkara! Hyggið stórverkini, ið Hann hevur gjørt fyri tykkum! Men bera tit tykkum illa at, so skulu bæði tit og kongur tykkara týnast!? KAPITUL Saul berjist við Filistarar, Sámuel hevur at honum, Saul hevði nú verið kongur eitt ár; og táið hann hevði verið kongur yvir Ísrael tvey ár, valdi hann sær mans av Ísrael; av teimum vóru hjá Saul í Mikmas og á Betelsfjøllum, og vóru hjá Jónatan í Gibea í Benjamin; tað, ið eftir var av herfólkinum, læt hann fara, hvønn heim til sín sjálvs. Tá drap Jónatan filistaravaktina í Geba. Hetta fingu Filistarar at frætta; men Saul læt blása í horn um alt landið og segði: ?Hebrearar skulu hoyra tað!? Alt Ísrael fekk at hoyra tíðindini um, at Saul hevði dripið filistaravaktina, og at Filistarar fyri hetta høvdu kastað hatur á Ísrael. Og fólkið varð stevnt saman í Gilgal at fylgja eftir Saul. Filistarar savnaðust nú til bardaga móti Ísrael, vagnar, hestmenn og fótfólk so nógv í tali sum sandurin á sjóvarstrond; teir hildu avstað og tóku støðu í Mikmas, beint yvir av Bet-Aven. Táið nú menn Ísraels sóu vandan, teir vóru í tí fólkið var trongt statt krógvaði fólkið seg í hellum, tornarunnum, gjáum, bergskorum og brunnum. Summir Hebreararnir fóru um Jordan til Gads- og Gileadsland; men Saul var í Gilgal enn, og alt fólkið fylgdi honum hjartkipt eftir. Hann bíðaði nú sjey dagar, inntil ta tíðina ið Sámuel hevði ásett; men Sámuel kom ikki til Gilgal, og fólkið spjaddist og fór frá honum. Tá segði Saul: ?Fáið mær brenniofrið og takkofrini higar!? So ofraði hann brenniofrið. Men júst sum hann var liðugur at ofra brenniofrið tá kom Sámuel! Og Saul fór ímóti honum at heilsa honum. Tá segði Sámuel: ?Hvat hevur tú gjørt!? Saul svaraði: ?Eg sá, at fólkið spjaddist og fór frá mær; men tú komst ikki ta ásettu tíðina, og Filistarar savnaðust saman við Mikmas; so hugsaði eg: ?Nú leggja Filistarar á meg í Gilgal, og eg havi ikki blíðkað HARRAN enn!? Tá tók eg mót í meg og ofraði brenniofrið.? Sámuel segði við Saul: ?Tú hevur borið teg at sum ein dári! Hevði tú hildið boðið, ið HARRIN Gud tín gav tær, so hevði HARRIN nú grundfest kongadømi títt yvir Ísrael til ævigar tíðir. Men nú skal kongadømi títt ikki verða standandi; HARRIN hevur valt Sær út mann eftir hjarta Sínum, og hann hevur HARRIN kallað til høvdinga yvir fólki Sínum við tað at tú hevur ikki hildið tað, ið HARRIN beyð tær!? So fór Sámuel avstað og fór úr Gilgal til Gibea í Benjamin. Saul taldi fólkið, ið hann hevði hjá sær, um mans. Saul og sonur hansara Jónatan og fólkið, ið teir høvdu hjá sær, hildu seg í Geba í Benjamin, og Filistarar høvdu tikið støðu við Mikmas. Úr Filistaraherinum fór nú ránsmannaskari út í trimum flokkum; ein flokkurin tók leiðina til Ofra í Sualslandi, ein tók leiðina til Bet-Horon, og ein tók leiðina til hæddina, ið hallar niður ímóti Zebo'imsdali yvir ímóti oyðimørkini. Eingin jarnsmiður var í øllum Ísraelslandi tá; tí Filistarar hugsaðu sum so: ?Hebrearar kundu smíðað sær svørð og spjót!? Tí noyddist alt Ísrael at fara til Filistarar at fáa hvest plógjørn, grev, øksir og píkar táið eggin var óhvøss á plógjørnum og grevum, ella við hvíslum og øksum ella fyri at fáa ein pík ísettan. Av hesum kom tað, at tann dagin, ið bardagin stóð við Mikmas, hevði eingin av monnunum, ið við Saul og Jónatan vóru, svørð ella spjót eingin hevði vápn uttan Saul og sonur hansara Jónatan. Filistarar settu nú oddaflokk í Mikmasskarð. KAPITUL Manndómsbragd Jónatans, Ósigur Filistara, Dáraverk Sauls, Saul berjist við grannafólkini, Ætt Sauls, So var tað ein dagin, tá segði Jónatan, sonur Saul, við vápnasvein sín: ?Kom, lat okkum fara yvir til oddaflokk Filistara, beint her yvirav!? Men faðir sínum segði hann ikki frá tí. Saul sat júst uttanvert við Gibea undir granateplatrænum við Migron, og fólkið, ið hann hevði hjá sær, var um mans. Ahia, sonur Ahitub, bróður Ikabod, son Pinehas, son Eli, prest HARRANS í Silo, bar tá lívkyrtilin. Men fólkið vitsti einki um, at Jónatan var farin. Í skarðinum, sum Jónatan royndi at sleppa um fyri at leypa á oddaflokk Filistara, var hamari hvørjumegin; annar æt Bozez, og annar Sene. Annar hamarin var norðanfyri, beint fyri Mikmas, og var brattur, annar var sunnanfyri, beint fyri Geba. Jónatan segði tá við vápnasvein sín: ?Kom, lat okkum fara yvir til oddaflokkin hjá hasum óumskornu! Kanska HARRIN fer at hjálpa okkum einki forðar HARRANUM at geva sigur, hvussu nógvir ella fáir ið so eru!? Vápnasveinur hansara svaraði: ?Ger tað, ið tú hevur í huga! Eg komi við; tað, ið tú vilt, vil eg eisini.? Jónatan segði: ?Nú fara vit yvir til menninar har og lata teir síggja okkum. Siga teir tá við okkum: ?Standið stillir, inntil vit koma til tykkara!? so verða vit standandi, har sum vit eru, og fara ikki niðan til teirra. Men siga teir: ?Komið niðan til okkara!? so fara vit niðan hagar; tí so hevur HARRIN givið teir í hendur okkara! Hetta skulu vit hava til merki.? Táið teir nú vóru komnir so langt báðir, at oddaflokkur Filistara fekk eyga á teir, søgdu Filistarar: ?Hyggið, Hebrearar krúpa sær út úr holunum, sum teir hava krógvað seg í!? Og menninir í oddaflokkinum róptu til Jónatan og vápnasvein hansara: ?Komið niðan til okkara, so skulu vit læra tykkum!? Tá segði Jónatan við vápnasvein sín: ?Kom niðan aftan á mær, HARRIN hevur givið teir í hendur Ísraels!? So kleiv Jónatan upp á øllum fýra, og vápnasveinur hansara fylgdi eftir. Og Jónatan feldi teir, og vápnasveinur hansara gekk aftan á honum og gav teimum deyðastingin. Í fyrsta álopi feldu Jónatan og vápnasveinur hansara úti við tjúgu mans á einum strekki sum helvtina av tí, ið pløgast kann ein dag. Tá varð ræðsla, bæði í tilhaldinum og uttanfyri, og allur herurin, bæði oddaflokkurin og ránsflokkurin, varð sligin av ræðslu; haraftrat kom jarðskjálvti, og tað loypti ræðslu frá Gudi. Táið vaktarmenn Sauls í Gibea í Benjamin hugdu tann vegin, sóu teir, at allur herurin skiltist sundur, og at teir lupu higar og hagar. Tá segði Saul við menn sínar: ?Kannið eftir og vitið, hvør av okkara ið farin er!? Og táið teir kannaðu eftir, fingu teir at síggja, at Jónatan og vápnasveinur hansara saknaðust. Tá segði Saul við Ahia: ?Fá ørk Guds higar!? Tí ørk Guds var um hesa tíðina millum Ísraelsmenn. Men meðan Saul tosaði við prestin, tók gangurin til í tilhaldi Filistara; Saul segði tá við prestin: ?Lat bert vera!? Og Saul og alt fólkið, ið hann hevði hjá sær, savnaðu seg, og táið teir komu, hagar sum bardagin stóð, fingu teir at síggja, at hvør hevði lyft svørðið móti øðrum, og at alt var í einum roki. Eisini teir Hebrearar, sum frá gamlari tíð høvdu staðið undir Filistarum, og sum vóru farnir við teimum í stríðið, fullu frá og fóru í felag við Ísrael, sum fylgdi Saul og Jónatan eftir. Og táið teir Ísraelsmenn, sum høvdu krógvað seg í Efra'imsfjøllum, frættu, at Filistarar flýddu, hildu eisini teir eftir teimum og komu við í bardagan. Soleiðis gav HARRIN Ísrael sigur tann dagin. Og bardagin stóð við sama lagi líka fram um Bet-Aven. Menn Ísraels vóru nú ógvuliga givnir henda dagin. Men tá bant Saul fólkið við hesum eiði: ?Bannaður veri tann maður, ið leskar bita fyrrenn í kvøld, fyrrenn eg havi hevnt meg á fíggindar mínar!? So leskaði tá eingin av fólkinum mat. Alt fólkið kom nú inn í skógin, og har var hunangur á markini; við tað sama sum fólkið kom inn í skógin, fingu teir at síggja ein heilan streym av hunangi; men eingin bar hond at munni, tí fólkið ræddist eiðin. Men Jónatan hevði ikki hoyrt, táið faðir hansara bant fólkið við eiðinum; tí rætti hann út stavin, sum hann hevði í hondini, drap endan av honum í hunangin og bar so hondina at aftur munninum; tá sóu eygu hansara klárt aftur. Tá tók ein av fólkinum til orða og segði: ?Faðir tín hevur bundið fólkið við dýrum eiði og sagt: ?Bannaður veri tann maður, ið leskar bita í dag!? Tí hevur fólkið fingið maktarloysi!? Jónatan svaraði: ?Pápi hevur stoytt landinum í vanlukku! Hygg bert, hvussu klár eygu míni eru vorðin, av tí at eg havi smakkað eitt sindur á henda hunangin! Hvussu mangan størri hevði ikki mannafallið verið millum Filistarar, um fólkið í dag hevði etið dúgliga av fonginum, ið teir hava tikið frá fíggindum sínum!? Teir vunnu tá Filistarar henda dagin og eltu teir úr Mikmas til Ajalon; og fólkið var heilt útlúgvað. Tí kastaði fólkið seg yvir fongin, tók smáfæ, neyt og kálvar, drap tað á markini og át kjøtið við blóðinum í. Onkur kom nú og bar Saul boð um hetta og segði: ?Fólkið syndar móti HARRANUM og etur kjøtið við blóðinum í!? Tá rópti Saul: ?Tit fremja brotsverk! Rullið mær stóran stein higar!? So segði Saul: ?Gangið um millum fólkið og sigið við teir, at ein og hvør teirra skal koma higar til mín við neyti og seyði sínum og drepa tey her! So kunnu tit eta men syndið ikki móti HARRANUM við at eta kjøtið við blóðinum í!? Tá kom hvør maður av fólkinum um náttina leiðandi við tí, ið hann hevði, og drap tað har. Og Saul reisti HARRANUM altar; hetta var fyrsta altar, ið hann reisti HARRANUM. Síðani segði Saul: ?Latið okkum í nátt fara oman og halda aftan á Filistarum og ræna millum teir, inntil lýsir í morgin, so eingin verður eftir av teimum!? Teir svaraðu: ?Ger, júst sum tú vilt!? Men presturin segði: ?Lat okkum her stíga fram fyri Gud!? So spurdi Saul Gud: ?Skal eg fara oman og halda eftir Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur Ísraels?? Men Hann svaraði honum ikki tann dagin. Tá segði Saul: ?Komið higar, allir høvdingarnir millum fólkið, so tit kunnu fáa at vita og síggja, hvat tað er fyri synd, ið gjørd er í dag! Tí so satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur givið Ísrael sigur: Um tað so er hjá Jónatan, syni mínum, ið skuldin er, so skal hann doyggja!? Men eingin av øllum fólkinum svaraði honum. So segði hann við alt Ísrael: ?Tit skulu vera annar parturin, og eg og sonur mín Jónatan annar!? Fólkið svaraði Saul: ?Ger, júst sum tú vilt!? Síðani segði Saul við HARRAN: ?Gud Ísraels! Lat sannleikan koma upp!? Og luturin fall á Jónatan og Saul, men fólkið slapp undan. So segði Saul: ?Kastið lut millum meg og Jónatan, son mín!? Og luturin fall á Jónatan. Tá segði Saul við Jónatan: ?Sig mær, hvat tú hevur gjørt!? Jónatan segði honum tað: ?Eg tók eitt sindur av hunangi á endan á stavinum, sum eg hevði í hondini, og smakkaði á tað hygg her eri eg, eg má lata lív!? Tá segði Saul: ?Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um tú ikki skalt lata lív, Jónatan!? Men fólkið segði við Saul: ?Skal Jónatan lata lív, hann, ið hevur vunnið Ísrael henda stóra sigur! Tað skal ikki henda! So satt sum HARRIN livir, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar, tí við hjálp Guds hevur hann vunnið sigur í dag!? Soleiðis fríaði fólkið Jónatan undan deyðanum. Men Saul gavst at jagstra Filistarar og fór heimaftur; og Filistarar fóru heimaftur til land sítt. Táið Saul hevði vunnið kongadømið yvir Ísrael, bardist hann við allar fíggindar sínar rundanum, Móab, Ammonitar, Edom, kongin í Zoba og Filistarar, og allastaðni, ið hann vendi sær, vann hann. Hann vann sær stórt veldi. Hann vann sigur á Amalek og fríaði Ísrael undan teimum, ið rændu tað. Synir Saul vóru Jónatan, Jisvi og Malkisua, og døtur hansara báðar itu: Hin eldra Merab, og hin yngra Mikal. Kona Saul æt Ahinoam; hon var dóttir Ahima'az. Herhøvdingi hansara æt Abner; hann var sonur Ner, faðirbróður Saul. Kis, faðir Saul, og Ner, faðir Abner, vóru synir Abiel. Bardagin við Filistarar var harður alla ævi Sauls; og hitti Saul ein djarvan mann, ið dugdi væl til hermann, tók hann hann í tænastu hjá sær. KAPITUL Saul vinnur sigur á Amalekitum, Sámuel brýtur felag við Saul, Sámuel og Agag, Sámuel segði við Saul: ?Tað var meg, ið HARRIN sendi at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki Sínum; akta tí nú orð HARRANS! So sigur HARRIN Gud herskaranna: ?Eg skal straffa Amalek fyri tað, ið hann gjørdi Ísrael, at hann forðaði tí vegin, táið tað kom úr Egyptalandi!? Far nú og vinn sigur á Amalek! Tú skalt sláa við banni teir og alt, ið teir eiga spar tey ikki, men drep bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, neyt og seyð, kamelar og esil!? Saul stevndi so fólkinum saman og taldi teir í Tela'im, mans av fótfólki og mans úr Juda. Síðani fór Saul móti býi Amalekita, og hann legði menn á lúr í dalinum. Men við Kenitar segði Saul: ?Skiljið tykkum frá Amalekitum og farið leið tykkara, so eg geri ikki enda á tykkum saman við teimum! Tí tit gjørdu væl við allar Ísraelsmenn, táið teir komu úr Egyptalandi.? Kenitar komu sær tá burtur frá Amalek. Saul vann nú sigur á Amalekitum og elti teir úr Havila líka til Sur, sum liggur eystan fyri Egyptaland. Agag, kongin í Amalek, tók hann livandi, men alt fólkið sló hann við banni og høgdi tey niður við svørði. Saul og fólkið spardi Agag og tað besta av smáfænum og neytunum, tey feitu kríatúrini, tey, sum vóru væl í holdum alt tað besta; tað vildu teir ikki sláa við banni. Men alt tað vánaliga fæið, tað, sum einki var vert, slógu teir við banni. Tá kom orð HARRANS til Sámuel; Hann segði: ?Eg angri, at Eg gjørdi Saul til kong; tí hann hevur vent sær frá Mær og hevur ikki hildið boð Míni!? Tá tendraðist vreiði Sámuels, og hann rópti til HARRAN alla náttina. Tíðliga morgunin eftir, táið Sámuel ætlaði at fara ímóti Saul, kom ein og segði við hann: ?Saul er komin til Karmel, og har hevur hann reist sær minnismerki; síðani vendi hann við og fór haðani til Gilgal.? Táið nú Sámuel kom til Saul, segði Saul við hann: ?HARRIN signi teg! Eg havi hildið boð HARRANS.? Men Sámuel segði: ?Hvat er hetta fyri jarm frá smáfæi, ið ljóðar fyri oyrum mínum? Og hvat er tað fyri neytabelj, ið eg hoyri?? Saul svaraði: ?Teir tóku tað við frá Amalekitum; fólkið spardi tað besta av smáfænum og neytunum, til at ofra tað til HARRAN Gud tín; men hitt hava vit sligið við banni.? Tá segði Sámuel við Saul: ?Tig nú, so skal eg lata teg vita tað, sum HARRIN í nátt hevur sagt mær!? Hann svaraði: ?Tala!? Sámuel segði: ?Táið tú vart lítil í egnum eygum, gjørdist tú høvd yvir ættum Ísraels, og HARRIN salvaði teg til kong yvir Ísrael. Og HARRIN sendi teg avstað og segði: ?Far og slá hasar syndararnar, Amalekitar, við banni, og barst við teir, inntil tú hevur gjørt enda á teimum!? Hví aktaði tú tá ikki orð HARRANS, men kastaði teg yvir herfongin og gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS?? Saul svaraði Sámuel: ?Eg havi aktað orð HARRANS og eri farin leiðina, ið HARRIN sendi meg; eg havi tikið Agag, kong Amaleks, við higar, og sligið Amalek við banni! Men fólkið tók av fonginum smáfæ og neyt, tað besta av hinum bannlýsta, til at ofra tað til HARRAN Gud tín, í Gilgal.? Men Sámuel segði: ?Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti! Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg tú skalt ikki verða verandi kongur!? Tá segði Saul við Sámuel: ?Eg havi syndað, tí eg havi brotið boð HARRANS og orð tíni men eg óttaðist fólkið og eftirlíkaði teimum. Men fyrigev mær nú synd mína og kom aftur við mær, so eg kann tilbiðja HARRAN!? Men Sámuel segði við Saul: ?Eg komi ikki aftur við tær! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur HARRIN vrakað teg tú skalt ikki verða verandi kongur yvir Ísrael!? So vendi Sámuel sær og skuldi fara. Men Saul tók í hornið á kappa hansara, og tað varð skrætt av. Tá segði Sámuel við hann: ?HARRIN hevur í dag skrætt kongadømið yvir Ísrael frá tær og givið einum øðrum tað, einum, sum er betri enn tú! Vissuliga, Hann lýgur ikki og angrar ikki, trúfasti Gud Ísraels Hann er ikki menniskja, so Hann skuldi angrað!? Saul svaraði: ?Eg havi syndað; men lat nú kortini hinar elstu í fólki mínum og Ísrael síggja, at tú ærir meg kom aftur við mær, so skal eg tilbiðja HARRAN Gud tín!? Sámuel fór tá aftur við Saul, og Saul tilbað HARRAN. Síðani segði Sámuel: ?Komið higar til mín við Agag, kongi Amaleks!? Og glaður í huga kom Agag til hansara; Agag segði: ?Vissuliga, beiskleiki deyðans er nú burtur!? Tá segði Sámuel: ?Sum svørð títt hevur gjørt kvinnur barnleysar, so skal nú fram um aðrar kvinnur móðir tín verða barnleys!? So høgdi Sámuel Agag niður fyri ásjón HARRANS í Gilgal. Sámuel fór nú til Rama, og Saul fór heim til sín sjálvs í Gibea Sauls. Sámuel vildi ikki síggja Saul aftur, líka til deyðadag sín, tí Sámuel syrgdi um Saul. Men HARRIN angraði, at Hann hevði gjørt Saul til kong yvir Ísrael. KAPITUL Sámuel salvar Dávid til kong, Dávid kemur til Saul at vera, HARRIN segði við Sámuel: ?Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul? Eg havi jú vrakað hann, so hann skal ikki verða verandi kongur yvir Ísrael! Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.? Sámuel svaraði: ?Hvussu kann eg tað! Fær Saul tað at frætta, so drepur hann meg!? Men HARRIN segði: ?Hav kvígu við tær og sig: ?Eg eri komin at ofra til HARRAN!? Og bjóða Ísai til offurmáltíðina! So skal Eg lata teg vita, hvat tú skalt gera; tú skalt salva Mær tann, ið Eg sigi tær!? Sámuel gjørdi nú, sum HARRIN segði. Táið hann kom til Betlehem, komu hinir elstu í býnum ræddir í huga móti honum og søgdu: ?Er tað fyri góðum, tú kemur?? Hann svaraði: ?Ja! Eg eri komin at ofra til HARRAN. Halgið tykkum og komið við mær til offurmáltíðina!? Og hann læt Ísai og synir hansara halga seg og beyð teimum til offurmáltíðina. Táið teir komu, og hann sá Eliab, hugsaði hann: ?Vissuliga stendur har hin salvaði HARRANS fyri Honum!? Men HARRIN segði við Sámuel: ?Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.? So rópti Ísai Abinadab og læt hann ganga fram fyri Sámuel; men hann segði: ?Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!? Ísai læt nú Samma ganga fram; men hann segði: ?Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!? Soleiðis læt Ísai sjey synir ganga fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: ?HARRIN hevur ongan av hesum útvalt!? Sámuel spurdi nú Ísai: ?Vóru hetta allir dreingirnir, ið tú hevur?? Hann svaraði: ?Enn er hin yngsti eftir; hann situr hjá smáfænum.? Tá segði Sámuel við Ísai: ?Send boð eftir honum! Vit seta okkum ikki til borðs, fyrrenn hann kemur!? So sendi hann boð eftir honum. Hann var reyðdæmdur, hevði vøkur eygu og var vakur í útsjónd. Tá segði HARRIN: ?Reis teg og salva hann, tí hann er tað!? Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama. Eftir at Andi HARRANS var vikin frá Saul, plágaðist hann av illum anda frá HARRANUM. Tænarar Sauls søgdu tá við hann: ?Vit síggja, at illur andi frá Gudi plágar teg. Sig bert eitt orð, harri tænarar tínir standa til reiðar at leita upp mann, sum kønur er at spæla á hørpu! Táið tá hin illi andin frá Gudi kemur á teg, skal hann spæla á hørpu síni so fer tær at vita betur við!? Tá segði Saul við tænarar sínar: ?Ja, finnið mær ein mann, ið dugir væl at spæla, og fáið mær hann higar!? Ein av tænarunum tók til orða og segði: ?Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður, og HARRIN er við honum.? Saul sendi so Ísai boð og læt siga: ?Send mær son tín Dávid, sum situr hjá smáfænum!? Tá tók Ísai eitt esil, sum hann læt bera breyð, skinnsekk við víni og eitt geitarlamb, og sendi Saul tað við syni sínum Dávidi. Soleiðis kom Dávid til Saul og fór í tænastu hjá honum. Saul varð ógvuliga góður við hann, og hann hevði hann at bera vápn síni. Og Saul sendi boð til Ísai og læt siga: ?Lat Dávid verða verandi í tænastu hjá mær, tí hann hevur funnið náði fyri eygum mínum!? Táið nú hin illi andin frá Gudi kom á Saul, tók Dávid hørpuna og spældi á henni; so lætnaði hjá Saul; hann varð frægari, og hin illi andin veik frá honum. KAPITUL Dávid og Goliat. Filistarar savnaðu her sín til bardaga. Teir savnaðu seg við Soko, sum hoyrir til Juda, og tóku støðu millum Soko og Azeka í Efes-Dammim. Saul og Ísraelsmenn savnaðu seg við; teir tóku støðu í Eikidali og gjørdu seg til at herja á Filistarar. Filistarar stóðu við fjallið øðrumegin, og Ísraelsmenn við fjallið hinumegin, so at dalurin var ímillum teir. Tá gekk hólmgongumaður fram úr Filistaraherinum; hann var úr Gat og æt Goliat; hann var seks alin og sponn høgur. Á høvdinum hevði hann koparhjálm, og hann var í ringbrynju, sum seklar av kopari vóru í. Hann hevði koparspengur á beinunum og koparspjót á herðunum. Spjótskaft hansara var sum vevbummur, og blaðið á spjóti hansara var av jarni og vigaði seklar; undan honum gekk tann, ið bar skjøld hansara. Hann steig nú fram, rópti til her Ísraels og segði við teir: ?Hví halda tit fram og ætla at herja á? Eri eg ikki Filistarin, og tit trælir Sauls! Veljið tykkum mann og latið hann koma oman higar til mín! Er hann maður fyri at berjast við meg og fella meg, so skulu vit vera trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, so skulu tit vera trælir okkara og tæna hjá okkum!? Framvegis segði Filistarin: ?Eg havi í dag háðað her Ísraels komið við manni, so vit kunnu berjast!? Táið Saul og alt Ísrael hoyrdu hesi orð Filistarans, ræddust teir og óttaðust stórliga. Dávid var sonur hin sama Efratitin í Betlehem í Juda, sum æt Ísai og hevði átta synir. Hesin maður var á døgum Sauls gamal og boygdur av elli. Teir tríggir elstu synir Ísai vóru farnir við Saul í bardagan, og av hesum sonum hansara, sum farnir vóru í bardagan, æt hin elsti Eliab, hin næstelsti Abinadab, og hin triði Samma. Dávid var yngstur. Teir tríggir elstu vóru farnir við Saul; men Dávid fór viðhvørt heimaftur frá Saul at røkta smáfæ faðirs síns í Betlehem. Filistarin steig so fram og beyð av hvønn morgun og hvørt kvøld í dagar. Nú segði Ísai einaferð við son sín Dávid: ?Tak efu av hesum bakaða korninum og hesi tíggju breyðini til brøður tínar og skunda tær til teirra í tilhaldið við tí! Og hesar tíggju ostarnar skalt tú hava við til yvirhøvuðsmannin. Vita so, um brøðrum tínum veit væl við, og hav pant við aftur frá teimum! Saul og teir og allir menn Ísraels eru jú í Eikidali og berjast við Filistarar.? Tíðliga morgunin eftir læt so Dávid einum røktingarmanni smáfæið upp í hendur; so tók hann tað, ið hann skuldi hava við, og fór avstað, sum Ísai hevði álagt honum. Táið hann kom til vagnborgina, helt herurin júst avstað til bardaga og skar í herróp. Bæði Ísrael og Filistarar stóðu til reiðar til bardaga, fylking móti fylking. Dávid legði tað, ið hann hevði við, frá sær hjá honum, sum helt vakt yvir viðførinum, og skundaði sær avstað til herin; og táið hann kom hagar, heilsaði hann brøðrum sínum. Meðan hann tosaði við teir, kom hólmgongumaðurin, Goliat Filistari úr Gat, út úr Filistaraherinum og rópti somu orð, sum hann var vanur; og Dávid hoyrdi tað. Táið menn Ísraels sóu mannin, flýddu teir allir ræðsluslignir undan honum. Og menn Ísraels søgdu: ?Síggja tit handa mannin, ið har kemur! Hann kemur at háða Ísrael. Tí manni, ið fellir hann, gevur kongur nógv ríkidømi; dóttur sína gevur hann honum og ger fedrahús hansara skattafrítt í Ísrael!? Tá segði Dávid við menninar, ið tætt hjá honum stóðu: ?Hvørja løn fær tann, ið drepur henda Filistaran og sleppir Ísrael frá skommini? Tí hvør er hesin óumskorni Filistari, at hann vágar sær at háða her hins livandi Guds!? Fólkið tók tá somu orðini upp aftur fyri honum: ?Tað og tað fær tann maður, ið drepur hann.? Men táið Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi hann tosa við menninar, varð hann illur við Dávid og segði: ?Hvat vilt tú her? Og hvørjum hevur tú latið upp í hendur hin neyðar seyð í oyðimørkini? Eg kenni hugmóð títt og óndskap hjarta tíns! Tú ert komin higar bert at hyggja at bardaganum!? Tá segði Dávid: ?Hvat havi eg nú gjørt! Eg spurdi jú bert!? So vendi hann sær frá honum til ein annan og spurdi um tað sama, og fólkið gav honum sama svar sum áður. Men tað spurdist, sum Dávid hevði sagt; Saul fekk eisini at hoyra tað, og hann sendi boð eftir honum. Tá segði Dávid við Saul: ?Eingin má missa mótið! Tænari tín skal fara og berjast við henda Filistara!? Saul svaraði Dávidi: ?Tú ert ikki førur fyri at fara ímóti hesum Filistara og berjast við hann; tí tú ert ungur, og hann hevur verið bardagamaður, frá tí hann var ungur!? Men Dávid segði við Saul: ?Tænari tín hevur røktað smáfæ faðirs síns; kom tá leyva ella bjørn og fór við einum kríatúri úr fylginum, so leyp eg eftir henni og feldi hana og skræddi tað úr gapi hennara; legði hon so á meg, treiv eg í skegg hennara og feldi og drap hana. Bæði leyvu og bjørn hevur tænari tín dripið, og hesum óumskorna Filistara skal gangast sum teimum aftur fyri at hann hevur háðað her hins livandi Guds!? Framvegis segði Dávid: ?HARRIN, sum hevur bjargað mær úr klónum á leyvu og bjørn, Hann skal eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filistara!? Tá segði Saul við Dávid: ?Far! HARRIN skal vera við tær!? Saul læt nú Dávid í síni egnu klæði, setti koparhjálm á høvd hansara og læt hann í brynju. Dávid gyrdi seg við svørði hansara uttan yvir klæðini og skuldi fara til gongu. Men hann hevði aldri roynt tað áður, og hann segði við Saul: ?Eg fái ikki gingið í hesum, tí eg havi aldri roynt tað áður!? So fór Dávid úr tí aftur. Síðani tók hann stav sín í hondina og fann sær fimm slættar steinar í ánni; teir koyrdi hann í hirðataskuna, sum hann hevði við, tók sleingiband sítt í hondina og fór so móti Filistaranum. Filistarin kom nú Dávidi nærri og nærri, og tann, ið bar skjøld hansara, gekk undan honum. Táið Filistarin hugdi upp og fekk eyga á Dávid, vanvirdi hann hann, við tað at hann var ungur og reyðdæmdur og vakur í útsjónd. Filistarin segði við Dávid: ?Eri eg hundur, síðani tú kemur ímóti mær við stavi!? Og Filistarin bannaði Dávidi um gud sín. Síðani segði Filistarin við Dávid: ?Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himmalsins og dýrunum á markini kjøt títt!? Dávid svaraði Filistaranum: ?Tú kemur móti mær við svørði, spjóti og kastivápni, men eg komi móti tær í navni HARRANS Guds herskaranna, Guds herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað. Í dag skal HARRIN geva teg í hendur mínar; eg skal drepa teg og høgga høvdið av tær, og eg skal í dag geva fuglum himmalsins og teimum villu dýrunum á jørðini líkini av Filistaraherinum, so øll jørðin skal sanna, at ein Gud er í Ísrael. Og alt hetta fólk skal sanna, at tað er ikki við svørði og spjóti, HARRIN frelsir; tí bardagin er HARRANS, og Hann skal geva tykkum í hendur okkara!? Táið nú Filistarin fór til gongu og kom Dávidi nærri, skundaði Dávid sær og leyp fram móti herinum, móti Filistaranum. Og Dávid stakk hondina niður í taskuna, tók stein úr henni, slongdi hann og rakti Filistaran í pannuna; steinurin fór djúpt inn í pannu hansara, og hann datt fram eftir rommum til jarðar. Soleiðis vann Dávid Filistaran við sleingibandi og steini, og hann drap Filistaran, tóat hann hevði ikki svørð í hondini. Síðani leyp Dávid fram og stóð tætt hjá Filistaranum, tók svørð hansara, dró tað úr slíðrunum og gav honum deyðasting og høgdi høvdið av honum við tí. Táið Filistarar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir. Men herur Ísraels og herur Juda løgdu avstað, skóru í herróp og eltu Filistarar líka til portur Gats og Ekrons, og falnir Filistarar lógu eftir vegnum úr Sa'arajim og líka til Gat og Ekron. So eltu Ísraelsmenn ikki Filistarar longur, men vendu aftur og rændu tilhald teirra. Dávid tók høvd Filistarans og hevði tað við sær til Jerúsalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt. Táið Saul sá Dávid fara móti Filistaranum, segði hann við Abner, herhøvdingan: ?Hvør eigur handa unga drongin, Abner?? Abner svaraði: ?So satt sum tú livir, kongurin, eg veit tað ikki!? Tá segði kongurin: ?Fá at vita, hvør ið eigur handa unga drongin!? Táið so Dávid kom aftur, eftir at hann hevði dripið Filistaran, tók Abner hann og fór fram fyri Saul við honum; og hann hevði høvd Filistarans í hondini. Saul segði tá við hann: ?Hvørs sonur ert tú, unglingi?? Dávid svaraði: ?Eg eri sonur tænara tín Ísai í Betlehem.? KAPITUL Jónatan og Dávid verða vinmenn, Saul øvundar Dávid, Roynir at drepa hann og at fáa hann dripnan, Dávid giftist við Mikal, Táið Dávid var liðugur at tosa við Saul, varð hjarta Jónatans so bundið at hjarta Dávids, at hann elskaði hann sum sína egnu sál. Sama dag tók Saul hann til sín og gav honum ikki loyvi at fara heimaftur til faðir sín. Jónatan gjørdi sáttmála við Dávid, tí hann elskaði hann sum sína egnu sál. Jónatan læt seg úr kappanum, sum hann var í, og gav Dávidi hann, somuleiðis herklæði síni, ja, enntá svørð sítt, boga sín og belti sítt. So fór Dávid í bardagan; allastaðni sum Saul sendi hann, hevði hann eydnuna við sær; tí setti Saul hann yvir herfólkið, og hann var væl dámdur av øllum fólkinum, eisini av tænarum Sauls. Men táið teir komu heim táið Dávid kom aftur, eftir at hann hevði felt Filistaran fóru kvinnurnar úr øllum býum Ísraels ímóti Saul við songi og dansi, við trummum, gleðirópum og spæli. Og kvinnurnar, ið dansaðu, sungu: ?Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund!? Tá kom ógvuliga ilt í Saul; hesi orð dámdi honum illa, og hann segði: ?Dávidi geva tær tíggjutúsund, og mær geva tær túsund nú er einki eftir hjá honum uttan at fáa kongadømið!? Frá tí degi hevði Saul ilt eyga á Dávidi. Dagin eftir kom illur andi frá Gudi á Saul, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid spældi á hørpuni, sum hann hvønn dag var vanur. Saul hevði spjót í hondini, og tað kastaði hann og hugsaði: ?Eg skal renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið!? Men Dávid hevði seg undan tvær ferðir. Tá fór Saul at ræðast Dávid, við tað at HARRIN var við honum men frá Saul var Hann vikin. Tí læt Saul hann frá sær og setti hann til høvuðsmann yvir túsund; og hann fór út í bardaga og heimaftur, á odda hjá hermonnunum. Eydnan var við Dávidi í øllum, sum hann tók sær fyri tí HARRIN var við honum. Táið Saul sá, hvussu eydnan var við honum, ræddist hann hann enn meiri. Men alt Ísrael og Juda elskaði Dávid; tí hann fór út í bardaga og heimaftur á odda hjá teimum. Tá segði Saul við Dávid: ?Hygg, her er hin eldra dóttir mín, Merab, hana skal eg lata teg fáa til konu lat meg nú bert síggja, at tú ert djarvur hermaður og stríðir í bardøgum HARRANS!? Tí Saul hugsaði: ?Hann skal ikki falla fyri hond míni, nei, Filistarar skulu fella hann!? Men Dávid svaraði Saul: ?Hvør eri eg, og hvat er fólk mítt, ætt faðirs míns í Ísrael, at eg skuldi verðið dótturmaður kongs!? Men táið tíðin kom, at Merab, dóttir Saul, skuldi verða givin Dávidi til konu, varð hon givin Adriel úr Mehola. Nú var Mikal, dóttir Saul, so góð við Dávid. Hetta fekk Saul at vita, og honum dámdi tað væl; tí Saul hugsaði: ?Eg skal lata hann fáa hana, fyri at hon kann verða honum snerra, so hann fellur fyri filistarahond!? Saul segði tí við Dávid: ?Við hini dóttur míni skalt tú í dag verða dótturmaður mín!? Og Saul gav tænarum sínum hetta boð: ?Tutlið Dávidi hetta í oyrað: ?Kongi dámar teg væl, og allir tænarar hansara eru góðir við teg; verð tí nú dótturmaður kongs!?? Men táið tænarar Sauls tosaðu hetta við Dávid, svaraði hann: ?Halda tit tað vera smávegis, at verða dótturmaður kongs? Eg eri jú fátækur maður og havi lítið at týða!? Tænarar Sauls bóru honum nú hetta aftur og søgdu: ?So og so segði Dávid.? Tá segði Saul: ?So skulu tit siga við Dávid: ?Kongur vil einki annað hava í brúðarkeyp enn filistarayvirhúðir so hann fær hevnt seg á fíggindar sínar!?? Tí Saul vónaði at fáa Dávid feldan fyri filistarahond. Táið tænarar hansara bóru Dávidi hesi orð, játtaði hann fegin at verða dótturmaður kongs. Og áðrenn tíðin var úti, gjørdi Dávid seg til, fór avstað við monnum sínum og drap Filistarar; Dávid kom so við yvirhúðum teirra og legði tær í fullum tali fram fyri kongin so hann kundi verða dótturmaður hansara. Tá gav Saul honum dóttur sína Mikal til konu. Men Saul sá og skilti, at HARRIN var við Dávidi, og at alt Ísrael elskaði hann. Tá ræddist Saul Dávid enn meiri, og Saul varð fíggindi Dávids alla tíð sína. Men filistarahøvdingarnir herjaðu á í bardaganum, og hvørja ferð teir herjaðu á, hevði Dávid meiri eydnu við sær enn allir hermenn Sauls, so at navn hansara varð víða gitið. KAPITUL Jónatan leggur gott fyri Dávid hjá Saul, Saul liggur við sama lagi Dávidi eftir lívinum, Dávid hjá Sámuel, Saul millum profetarnar, Saul tosaði nú við son sín Jónatan og við allar tænarar sínar um at drepa Dávid. Men Jónatan, sonur Saul, var ógvuliga góður við Dávid. Jónatan segði tí Dávidi tað: ?Saul, faðir mín, liggur tær eftir lívinum; varða teg tí í morgin, halt teg kvirran á loyniligum staði og krógva teg har! Men eg skal fara út og standa hjá pápa á markini, har sum tú ert, og eg skal tosa við pápa um teg; verði eg so varur við nakað, skal eg siga tær tað.? So tosaði Jónatan gott um Dávid við Saul, faðir sín, og segði við hann: ?Kongurin skuldi ikki gjørt Dávidi, tænara sínum, órætt; tí hann hevur ikki syndað móti tær, og tað, ið hann hevur gjørt, hevur verið tær til stóra nyttu; hann vágaði lívið og drap Filistaran, og HARRIN gav øllum Ísrael stóran sigur; tú sást tað sjálvur og vart glaður um tað; hví vilt tú tá gera synd móti sakleysum blóði og drepa Dávid uttan grund?? Og Saul lurtaði eftir Jónatan; Saul svór: ?So satt sum HARRIN livir, hann skal ikki verða dripin!? Tá sendi Jónatan boð eftir Dávidi og segði honum alt hetta; síðani fór Jónatan við Dávidi til Saul, og hann var hjá honum sum áður. Men bardagin vardi við; og Dávid fór út í bardaga móti Filistarum og gjørdi stórt mannafall millum teirra, so teir flýddu fyri honum. Men illur andi frá HARRANUM kom á Saul, og einaferð hann sat heima við hús og hevði spjót sítt í hondini meðan Dávid spældi á hørpuni royndi Saul at renna spjótið ígjøgnum Dávid og inn í bróstið; men hann hevði seg undan Saul, so at hann rendi spjótið í bróstið. Og Dávid flýddi og slapp sær burtur. Um náttina sendi Saul menn at húsi Dávids at halda eyga við honum og drepa hann um morgunin. Men Mikal, kona Dávid, segði honum hetta: ?Bjargar tú ikki lívinum í nátt, verður tú dripin í morgin!? So sígdi Mikal Dávid niður úr vindeyganum, og hann flýddi og slapp sær burtur. Síðani tók Mikal húsgudin, legði hann í songina, legði net av geitaull yvir høvd hansara og breiddi teppi yvir hann. Táið nú Saul sendi menn hagar eftir Dávidi, segði hon: ?Hann er sjúkur!? Tá sendi Saul menninar aftur, at fáa Dávid at síggja, og hann segði: ?Berið mær hann higar í songini, so eg fái dripið hann!? Men táið sendimenninir komu hagar, fingu teir at síggja, at tað var húsgudurin, sum lá í songini við netinum av geitaull yvir høvdinum. Tá segði Saul við Mikal: ?Hví hevur tú svikið meg so og hjálpt fígginda mínum burtur, so hann slapp?? Mikal svaraði Saul: ?Hann segði við meg: ?Hjálp mær burtur, annars drepi eg teg!?? Men Dávid var flýddur og sloppin burtur. Hann fór til Sámuel í Rama og segði honum alt, hvussu Saul hevði gjørt við hann. Og hann og Sámuel fóru til Najot og vórðu verandi har. Táið nú Saul fekk at vita, at Dávid var í Najot við Rama, sendi hann menn eftir Dávidi; men táið teir fingu at síggja profetaskaran í profetiskari burturrykking og Sámuel standa har sum høvuðsmann teirra, kom Andi Guds á sendimenn Sauls, so at teir komu í profetiska burturrykking við. Táið Saul fekk hetta at hoyra, sendi hann aðrar menn avstað; men teir við komu í profetiska burturrykking. So sendi Saul uppaftur, triðju ferð, menn avstað; men teir við komu í profetiska burturrykking. Tá fór hann sjálvur til Rama. Og táið hann kom at hinum stóra brunninum í Seku, spurdi hann: ?Hvar eru Sámuel og Dávid?? Og svarað varð: ?Teir eru í Najot við Rama!? Táið hann fór hagar, til Najot við Rama, kom Andi Guds á hann við, so at hann gekk allan vegin í profetiskari burturrykking, líka inntil hann kom til Najot við Rama. Tá skræddi eisini hann seg úr klæðunum, við tað at hann við kom í profetiska burturrykking framman fyri Sámuel; og hann fall niður og lá har nakin allan tann dagin og alla náttina; tí verður sagt: ?Er eisini Saul millum profetarnar?? KAPITUL Seinasta roynd Jónatans at leggja gott fyri Dávid hjá Saul. Men Dávid flýddi úr Najot við Rama og kom og segði við Jónatan: ?Hvat havi eg gjørt! Hvat er misbrot mítt, og hvat havi eg syndað móti faðir tínum, síðani hann liggur mær eftir lívinum!? Hann svaraði: ?Tað skal aldri verða! Tú skalt ikki doyggja! Tú veitst, at pápi ger einki, hvørki stórt ella lítið, uttan hann letur meg vita av; hví skuldi pápi tá dult hetta fyri mær! Einki er í hasum!? Men Dávid gjørdi eið uppá tað og segði: ?Faðir tín veit fullvæl, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, og tí hugsar hann sum so: ?Hetta má Jónatan ikki fáa at vita, tí so verður hann ringur!? Men so satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir: Ikki er meir enn eitt stig millum meg og deyðan!? Tá segði Jónatan við Dávid: ?Alt tað, ið tú vilt, skal eg gera fyri teg!? Dávid svaraði Jónatan: ?Í morgin er jú sólkomudagur, og tá skuldi eg sitið til borðs við kongi; men lat meg nú sleppa avstað, so skal eg krógva meg úti á markini inntil á kvøldi í ovurmorgin! Saknar so faðir tín meg, skalt tú siga: ?Dávid bønaði meg um loyvi at gera eina stutta ferð heim til Betlehem, við tað at øll ætt hansara nú ber fram árliga sláturoffur sítt har.? Sigur hann tá: ?Tað er gott!? so er tænari tín vandaleysur; men verður hann illur, so kanst tú vera vísur í, at hann hevur sett sær fyri at gera mær eina vanlukku. Vís tá góðsku móti tænara tínum, síðani tú hevur latið tænara tín gera sáttmála við teg fyri ásjón HARRANS! Men er nakað misbrot hjá mær, so drep tú meg! Hví skalt tú fara til faðir tín við mær?? Jónatan svaraði: ?Tað skal aldri verða! Verður tað so, at eg komi at síggja, at pápi hevur sett sær fyri at gera tær eina vanlukku, skuldi eg so ikki latið teg vitað tað!? Tá segði Dávid við Jónatan: ?Men hvør skal siga mær frá, um faðir tín svarar tær harðliga?? Jónatan svaraði Dávidi: ?Kom, lat okkum fara út á markina!? Teir fóru tá út á markina báðir. Og Jónatan segði við Dávid: ?HARRIN Gud Ísraels er vitni: Táið eg um hesa tíðina í morgin ella í ovurmorgin fregnist um sinnalag pápa og síggi, at hann er Dávidi vælsintur, so skal eg vissuliga senda tær boð og lata teg vita tað. HARRIN lati gangast Jónatan illa bæði nú og hereftir, um eg, um so er at pápi hevur ilt í huga móti tær, ikki lati teg vita tað og hjálpi tær burtur, so tú fært farið í friði! Og HARRIN veri við tær, sum Hann hevur verið við pápa! Og vilt tú ikki, soframt sum eg enn livi tá* vilt tú tá ikki gera miskunn HARRANS móti mær og ikki lata meg doyggja? Aldri nakrantíð skalt tú taka góðsku tína frá húsi mínum, heldur ikki, táið HARRIN ger enda á fíggindum Dávids og beinir teir burtur av jørðini, hvønn ein!? So gjørdi Jónatan sáttmála við hús Dávids og segði: ?HARRIN taki hevnd yvir fíggindar Dávids!? Og Jónatan tók eina ferð enn Dávid í eið um kærleik sín til hansara; tí hann elskaði hann sum sína egnu sál. Jónatan segði nú við hann: ?Í morgin er sólkomudagur; tá verður tú saknaður, táið sessur tín stendur tómur. Í ovurmorgin skalt tú so skunda tær oman, hagar sum tú krógvaði teg, tann dagin ið illgerðin skuldi verða gjørd; set teg við Ezelstein. Eg skal tá vera har nærhendis og skjóta til máls við trimum pílum. Síðani skal eg senda tænara mín avstað at henta pílarnar upp; sigi eg tá við tænaran: ?Hygg, pílarnir liggja hesumegin teg, tak teir!? so kanst tú koma, tí tá kanst tú vera tryggur, og eingin vandi er so satt sum HARRIN livir! Men sigi eg við drongin: ?Hygg, pílarnir liggja handan fyri teg, far longur!? so flýggja, tí so vil HARRIN hava teg at fara avstað! Men viðvíkjandi tí, sum vit báðir hava tosað saman, er HARRIN vitni millum meg og teg til ævigar tíðir!? Dávid krógvaði seg nú úti á markini. Táið sólkomudagurin kom, settist kongurin til borðs at eta. Kongurin sat í tí sessinum, sum hann var vanur, í sessinum við bróstið; Jónatan stóð, og Abner settist undir liðini á Saul. Men sessur Dávids stóð tómur. Tann dagin segði Saul tó einki, tí hann hugsaði: ?Okkurt hevur hent hann, so at hann er ikki reinur óivað er hann ikki reinur!? Men táið sessur Dávids stóð tómur dagin eftir við, dagin eftir sólkomudagin, segði Saul við Jónatan, son sín: ?Hví er sonur Ísai hvørki í gjár ella í dag komin til borðs?? Jónatan svaraði Saul: ?Dávid bønaði meg at geva sær loyvi at fara til Betlehem; hann segði: ?Lat meg sleppa! Tí ætt okkara heldur offurhøgtíð har í býnum, og beiggi hevur sjálvur álagt mær at koma; havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so loyv mær at fara heim, so eg fái vitjað brøður mínar!? Tí er hann ikki komin til borð kongsins.? Tá tendraðist vreiði Sauls móti Jónatan, og hann segði við hann: ?Tú sonur rangvørga og treiska kvinnu! Veit eg ikki, at tú ert vinmaður sonar Ísai til vanæru fyri teg sjálvan og til vanæru fyri blygd móður tínar! Tí so leingi sum sonur Ísai er til á jørðini, standa bæði tú og kongadømi títt á ótryggari grund! Send tí boð og fá mær hann higar, tí hann er deyðamaður!? Jónatan svaraði Saul, faðir sínum: ?Hví skal hann verða dripin? Hvat hevur hann gjørt?? Men Saul kastaði spjótið eftir honum og ætlaði at fella hann; tá dugdi Jónatan at síggja, at faðir hansara hevði sett í seg at drepa Dávid. Og Jónatan reistist frá borðinum í brennandi vreiði og leskaði einki dagin eftir sólkomudagin; tí hann syrgdi sárt um Dávid, við tað at faðir hansara hevði háðað hann. Morgunin eftir fór Jónatan út á markina, um ta tíðina sum hann hevði gjørt av við Dávid, og hann hevði smádrong við sær. Hann segði nú við drongin: ?Leyp avstað og leita eftir pílunum, ið eg skjóti!? Drongurin leyp avstað, og hann skeyt pílin av tvørtur yvir honum. Táið drongurin kom, hagar pílurin lá, sum Jónatan hevði skotið, rópti Jónatan til drongin: ?Liggur pílurin ikki handan fyri teg?? Síðani rópti Jónatan á drongin: ?Ver skjótur, skunda tær, statt ikki har!? So hentaði drongur Jónatans pílarnar upp og bar harra sínum teir. Men drongurin vitsti einki um nakað; tað vóru bert Jónatan og Dávid, sum vitstu, hvat hetta hevði at týða. Jónatan fekk síðani drongi sínum vápnini og segði við hann: ?Far heim í býin við teimum!? Táið drongurin var farin, reistist Dávid sunnan fyri [steinin], og hann fall á andlit sítt til jarðar og boygdi seg tríggjar ferðir; teir kystu hvør annan og grótu saman; Dávid græt hart. Síðani segði Jónatan við Dávid: ?Far í friði! Tað, ið vit báðir hava svorið í navni HARRANS, táið vit søgdu: ?HARRIN skal vera vitni millum meg og teg og millum ætt mína og ætt tína til ævigar tíðir?, [tað skal standa fast!?] So reistist Dávid og fór avstað, men Jónatan fór inn í býin. KAPITUL Dávid hjá Ahimelek í Nob, Hjá Akis kongi í Gat, Dávid kom nú til Ahimelek prest í Nob. Men Ahimelek varð óttafullur, táið hann fekk Dávid at síggja, og spurdi hann: ?Hví ert tú einsamallur og hevur ongan við tær?? Dávid svaraði Ahimelek presti: ?Kongur hevur givið mær eini ørindi at gera, og hann segði við meg: ?Eingin má vita nakað um hesi ørindi, sum eg sendi teg og havi álagt tær at gera!? Tí havi eg sagt við menn mínar, at vit skulu hittast, har sum eg havi gjørt av við teir. Men hvat hevur tú nú fyri hond? Lat meg fáa fimm breyð, ella tað, ið tú hevur!? Presturin svaraði Dávidi: ?Eg havi einki vanligt breyð fyri hond; men heilagt breyð er her bert menninir hava hildið seg frá kvinnum!? Dávid svaraði prestinum: ?Ja, vissuliga, kvinnum hava vit ikki fingið verið saman við hvørki í gjár ella í fyrradagin! Táið eg fór avstað, var alt tað, sum menn mínir vóru í, heilagt, og víst er hetta ikki ein ferð, sum er heiløg, men í dag verður hon heiløg av tí, sum teir eru í.? Nú gav presturin honum heilagt breyð; tí har var einki annað breyð enn sýnisbreyðini, sum vóru tikin burtur frá ásjón HARRANS, fyri at nýtt breyð kundi verða lagt í staðin, sama dag sum tey vórðu tikin burtur. Men henda dagin var har ein av tænarum Sauls, sum helt seg inni fyri ásjón HARRANS; hann æt Doeg og var Edomitur; hann var yvirmaður hirða Sauls. Dávid spurdi Ahimelek: ?Hevur tú ikki spjót ella svørð fyri hond her? Tí eg havi hvørki tikið svørð mítt ella hini vápn míni við mær, við tað at ørindi kongs hastaðu.? Presturin svaraði: ?Jú, svørð Goliats Filistara, hansara, sum tú drapst í Eikidali, tað hongur ballað inn í klæði aftan fyri lívkyrtilin. Vilt tú hava tað, so tak tað! Her er einki annað svørð.? Tá segði Dávid: ?Einki er móti tí, gev mær tað!? So fór Dávid avstað og flýddi sama dagin undan Saul; og hann kom til Akis, kongin í Gat. Men tænarar Akis søgdu við hann: ?Er hetta ikki Dávid, kongurin í landinum? Er tað ikki um hann, tey kvøða í dansi: ?Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund??? Hesi orð legði Dávid til merkis, og hann varð ógvuliga ræddur fyri Akis kongi í Gat. Tí lætst hann óður fyri eygum teirra og bar seg at sum eitt vitleyst, táið teir royndu at halda honum; hann skrivaði á hurðar portursins og læt slevuna renna niður í skeggið. Tá segði Akis við tænarar sínar: ?Tit síggja jú, at hetta er óður maður hví koma tit til mín við honum! Havi eg ikki nóg mikið av óðum fólki, síðani tit koma higar við hesum manni, so hann skal plága meg við vitloysi sínum! Skuldi slíkur sloppið í hús mítt!? KAPITUL Dávid í Adullam og í Móab, Saul drepur prestarnar í Nob, Abjatar kemur til Dávid, Dávid fór nú haðani og flýddi til hellið við Adullam. Táið brøður hansara og alt hús faðirs hansara fekk hetta at frætta, komu tey hagar til hansara. Og allir, sum vóru í neyð, ella sum vóru tyngdir av skuld, ella sum vóru misnøgdir, teir savnaðust um hann, og hann varð høvdingi teirra; tað vóru einir mans, sum fóru í felag við hann. Haðani fór Dávid til Mizpe í Móab og segði við móabitakong: ?Loyv pápa og mammu at koma higar og vera hjá tykkum, inntil eg fái at síggja, hvat Gud ætlar at gera við meg!? Og hann fór fram fyri móabitakong við teimum, og tey vórðu hjá honum, alla tíðina sum Dávid var í fjallaborgini. Men Gad profetur segði við Dávid: ?Tú skalt ikki verða verandi í fjallaborgini; far hiðani og far til Judaland!? Dávid fór tá haðani og kom til Heretskóg. Saul fekk nú at frætta, at Dávid og menninir, ið við honum vóru, vóru kendir, og ein dagin, Saul sat í Gibea undir tamariskinum á heygnum við spjóti sínum í hondini, og allir tænarar hansara stóðu rundan um hann, segði Saul við tænarar sínar, sum rundan um hann stóðu: ?Hoyrið nú, tit Benjaminitar! Man sonur Ísai fara at geva tykkum øllum somlum akrar og víngarðar ella gera tykkum allar til høvuðsmenn yvir túsund og høvuðsmenn yvir hundrað síðani tit allir hava svorið tykkum saman ímóti mær, og eingin segði mær frá, táið sonur mín gjørdi sáttmála við son Ísai! Ikki ein tykkara leggur so mikið í meg, at hann hevur sagt mær frá, at sonur mín hevur eggjað tænara mín upp at liggja eftir mær, soleiðis sum hann nú ger!? Doeg Edomitur, sum eisini stóð har millum menn Sauls, tók tá til orða og segði: ?Eg sá, at sonur Ísai kom til Ahimelek, son Ahitub, í Nob. Og hann spurdi HARRAN fyri hann, gav honum mat við á ferðina og gav honum svørð Goliats Filistara?. Tá sendi kongurin boð eftir Ahimelek presti, syni Ahitub, og øllum fedrahúsi hansara, prestunum í Nob; og táið teir allir vóru komnir til kongin, segði Saul: ?Hoyr nú, sonur Ahitub!? Hann svaraði: ?Ja, harri?? Saul segði við hann: ?Hví hava tit svorið tykkum saman ímóti mær, tú og sonur Ísai? Hví gavst tú honum breyð og svørð og spurdi Gud fyri hann, so hann skuldi fáa sett seg upp móti mær og ligið eftir mær, sum hann nú ger?? Ahimelek svaraði konginum: ?Hvønn av øllum tænarum tínum verður so litið á sum á Dávid! Hann er jú dótturmaður kongin, høvdingi yvir lívvakt tíni og nógv ærdur í húsi tínum! Man hetta vera fyrsta ferðin, eg havi spurt Gud fyri hann! Minni enn so! Kongurin má ikki leggja tænara sínum ella øllum fedrahúsi mínum nakað til last, tí tænari tín vitsti ikki eitt vet um alt hetta!? Men kongurin segði: ?Tú skalt doyggja, Ahimelek, tú og alt fedrahús títt!? Og kongurin segði við vaktina, sum hjá honum stóð: ?Stígið fram og drepið prestar HARRANS! Tí eisini teir hava hjálpt Dávidi, og tóat teir vitstu, at hann flýddi, lótu teir meg ikki vita tað!? Men tænarar kongsins vildu ikki rætta út hondina og høgga niður prestar HARRANS. Tá segði kongurin við Doeg: ?Stíg tú fram og høgg prestarnar niður!? Doeg Edomitur steig nú fram og høgdi niður prestarnar; hann drap tann dagin menn, sum vóru í lívkyrtli av líni. Og prestabýin Nob sló hann við svørðsegg; bæði menn og kvinnur, bæði børn og bróstabørn, bæði neyt, esil og seyð sló hann við svørðsegg. Bert ein sonur Ahimelek, son Ahitub, slapp undan; hann æt Abjatar. Hann flýddi til Dávid. Og Abjatar segði Dávidi, at Saul hevði dripið prestar HARRANS. Tá segði Dávid við Abjatar: ?Eg vitsti tað longu tann dagin, at táið Doeg Edomitur var har, so var tað vist, at hann fór at siga Saul tað. Eg eri sekur í, at alt fedrahús títt er dripið! Verð hjá mær, óttast ikki! Tann, ið liggur mær eftir lívinum, liggur eisini tær eftir lívinum; hjá mær ert tú tryggur!? KAPITUL Dávid í Ke'ila, Jónatan vitjar hann, Zifitar svíkja Dávid, Dávid í Maon, Tey tíðindi vórðu nú borin Dávidi, at Filistarar herjaðu á Ke'ila og rændu treskiplássini. Tá spurdi Dávid HARRAN: ?Skal eg fara avstað og drepa hesar Filistarar?? HARRIN svaraði Dávidi: ?Far avstað og drep Filistarar og frels Ke'ila!? Men menn Dávids søgdu við hann: ?Vit liva jú í ótta her í Juda og nú skulu vit eisini fara til Ke'ila móti Filistaraherinum!? Tá spurdi Dávid HARRAN eina ferð enn, og HARRIN svaraði honum: ?Ger teg til og far til Ke'ila! Eg gevi Filistarar í hendur tínar!? Dávid og menn hansara fóru so til Ke'ila, herjaðu á Filistarar, róku fæ teirra burtur og gjørdu stórt mannafall millum teirra. Soleiðis frelsti Dávid tey, sum í Ke'ila búðu. Táið Abjatar, sonur Ahimelek, flýddi til Dávid í Ke'ila, hevði hann lívkyrtilin við sær hagar. Táið Saul fekk at frætta, at Dávid var komin til Ke'ila, segði hann: ?Gud hevur vrakað hann og givið hann í hendur mínar; hann hevur jú sjálvur stongt seg inni við at fara inn í stað, sum hevur portur og sláir!? Saul kallaði tí alt fólkið saman til hernað og ætlaði at fara til Ke'ila og kringseta Dávid og menn hansara. Táið Dávid nú fekk at vita, at Saul legði upp ónd ráð móti honum, segði hann við Abjatar prest: ?Kom higar við lívkyrtlinum!? So segði Dávid: ?HARRI Gud Ísraels! Tænari Tín hevur frætt, at Saul ætlar at koma til Ke'ila og oyða býin fyri mína skuld. Fara menninir í Ke'ila at geva meg upp í hendur hansara? Fer Saul at koma higar, sum tænari Tín hevur frætt? HARRI Gud Ísraels! Kunnger tænara Tínum tað!? HARRIN svaraði: ?Ja, hann kemur higar!? So spurdi Dávid: ?Fara menninir í Ke'ila at geva meg og menn mínar upp í hendur Sauls?? HARRIN svaraði: ?Ja, tað fara teir!? Tá helt Dávid avstað við monnum sínum, úti við í tali; teir fóru úr Ke'ila og flakkaðu um, har sum til bar. Táið Saul fekk at frætta, at Dávid var sloppin burtur úr Ke'ila, sló hann av at fara avstað. Dávid helt seg nú í oyðimørkini, í fjallaborgunum; hann helt seg í fjøllunum í Zifsoyðimørk. Saul lá eftir honum alla tíðina; men Gud gav hann ikki í hendur hansara. Meðan Dávid var í Hores* í Zifsoyðimørk, dugdi hann at skilja, at Saul var farin avstað at royna at drepa hann. Men Jónatan, sonur Saul, fór avstað og fór til Dávid í Hores og styrkti mót hansara í Gudi. Hann segði við hann: ?Óttast ikki! Saul, faðir mín, skal ikki náa tær við hond síni. Tú verður kongur yvir Ísrael, og eg skal vera tær næstur; hetta veit Saul, faðir mín, eisini.? So gjørdu teir báðir sáttmála fyri ásjón HARRANS; og Dávid varð verandi í Hores, men Jónatan fór heimaftur. Men Zifitar fóru til Saul í Gibea og søgdu: ?Dávid krógvar seg hjá okkum, í fjallaborgunum í Hores, á Hakilahædd sunnan fyri oyðimørkina. Kom tí nú higar, kongurin, sum tú so leingi hevur havt í huga, og lat okkum um at geva hann í hendur kongsins!? Saul svaraði: ?Signaðir veri tit av HARRANUM, aftur fyri at tykkum tykist synd í mær! Farið nú heim og haldið við at geva gætur, so tit kunnu koma eftir og síggja, hvar hann flakkar, og hvør ið hevur sæð hann har! Tí mær er sagt, at hann er ógvuliga snildur. Hyggið eftir og gerið tykkum kunnigar við allar loynikrókarnar, ið hann krógvar seg í, og komið so aftur til mín við álítandi boðum! So skal eg koma við tykkum, og er hann í landinum, skal eg leita hann upp millum øll túsundini í Juda!? Teir fóru nú avstað og fóru undan Saul til Zif; men Dávid og menn hansara vóru tá í Maonsoyðimørk, á heiðini sunnan fyri oyðimørkina. Síðani fóru Saul og menn hansara avstað at leita eftir Dávidi; men Dávid fekk tað at vita, og hann fór oman til klettin, sum er í Maonsoyðimørk. Táið Saul fekk at hoyra hetta, helt hann eftir Dávidi til Maonsoyðimørk. Saul gekk øðrumegin fjallið, og Dávid og menn hansara øðrumegin. Men sum Dávid nú gekk í angist og royndi at sleppa undan Saul, og Saul og menn hansara júst skuldu kringseta Dávid og menn hansara at taka teir, tá kom sendimaður til Saul og segði: ?Ver skjótur og kom! Filistarar hava brotið seg inn í landið!? Saul gavst tá at elta Dávid og fór móti Filistarum. Av hesum fekk hetta stað navnið Sela-Hammalekot.* KAPITUL Dávid vil ikki drepa Saul Men Dávid fór haðani og helt seg síðani í fjallaborgunum í En-Gedi. Táið Saul kom aftur úr hernaði móti Filistarum, fekk hann at frætta, at Dávid var í En-Gedisoyðimørk. Tá tók Saul mans, útvaldar úr øllum Ísrael, og helt avstað at leita eftir Dávidi og monnum hansara á Steingeitahomrum. Hann kom tá at seyðabyrgjunum við vegin. Har var eitt helli, og inn í tað fór Saul síni egnu ørindi. Men Dávid og menn hansara sótu innast í hellinum. Tá søgdu menn Dávids við hann: ?Hygg, nú er dagurin komin, sum HARRIN meinti við, táið Hann segði við teg: ?Eg skal geva fígginda tín í hendur tínar, so tú kanst gera við hann tað, ið tú vilt!?? Tá reistist Dávid og skar loyniliga hornið av kappa Sauls. Men síðani sló samvitska Dávids hann, tí hann hevði skorið kappahorn Sauls av. Og hann segði við menn sínar: ?HARRIN lati tað vera langt frá mær at gera slíkt við harra mín, við salvaða HARRANS, at leggja hond á hann! Tí salvaði HARRANS er hann!? Og Dávid setti at monnum sínum við hørðum orðum og læt teir ikki fáa loyvi at leggja á Saul. Men táið Saul hevði reist seg og var farin út úr hellinum og helt fram leið sína, reistist Dávid við, fór út úr hellinum og rópti eftir Saul: ?Harri kongurin!? Tá hugdi Saul aftur um seg, og Dávid boygdi seg við andlitinum móti jørðini og kastaði seg niður. Nú segði Dávid við Saul: ?Hví lurtar tú eftir tí, sum fólk sigur, at Dávid hevur ilt í huga móti tær? Í dag hevur tú jú við egnum eygum sæð, at HARRIN hevði í dag givið teg í hond mína í hellinum; og teir mældu mær til at drepa teg, men mær tykti synd í tær, og eg segði: ?Ikki leggi eg hond á harra mín; tí salvaði HARRANS er hann!? Hygg sjálvur, faðir! Hygg, her er hornið av kappa tínum í hond míni! Táið eg skar hornið av kappa tínum og drap teg ikki, so mást tú tó duga at síggja, at eg havi ikki havt ilt ella misgerð í huga, og at eg havi onga synd gjørt móti tær, tóat tú liggur eftir mær og ætlar at taka lív mítt. HARRIN skal døma millum meg og teg, og HARRIN skal hevna meg á teg, men hond mín skal ikki verða lyft móti tær! Tað er, sum hitt gamla orðið sigur: ?Frá gudleysum kemur gudloysi!? Men hond mín skal ikki verða lyft móti tær. Hvørjum er tað, ísraelskongur er farin út eftir? Hvønn er tað, tú jagstrar? Ein deyðan hund, eina loppu! Men HARRIN skal vera dómari og døma millum meg og teg! Hann skal síggja til og føra søk mína og døma meg frían av hond tíni!? Táið nú Dávid hevði sagt hesi orð við Saul, segði Saul: ?Er tað rødd tín, sonur mín Dávid?? Og Saul skar út úr at gráta. Og hann segði við Dávid: ?Tú ert rættvísari enn eg; tí tú hevur gjørt mær gott, men eg havi gjørt tær ilt! Tú hevur í dag víst, hvussu góður tú ert við meg, við tað at tú drapst meg ikki, tóat HARRIN hevði givið meg í hond tína. Hvør man hitta fígginda sín og lata hann fara í friði! HARRIN løni tær fyri henda dag, fyri tað, ið tú hevur gjørt móti mær! Eg veit jú longu, at tú skalt verða kongur, og at kongadømið yvir Ísrael skal verða fast í hond tíni. Men lova mær nú við eiði um HARRAN, at tú skalt ikki týna eftirkomarar mínar og ikki strika navn mítt út úr fedrahúsi mínum!? Henda eið svór Dávid Saul, og síðani fór Saul heim; men Dávid og menn hansara fóru niðan í fjallaborgina. KAPITUL Sámuel doyr og verður jarðaður, Nabal og Abigajil, Konur Dávids, So doyði Sámuel, og alt Ísrael kom saman og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í Rama, har sum hann búði. Tá fór Dávid avstað og fór til Paransoyðimørk. Í Maon var maður, sum hevði fæ sítt gangandi á Karmel. Hesin maður var ógvuliga ríkur; hann átti seyðir og geitir. Hann roytti júst tá seyð sín á Karmel. Maðurin æt Nabal, og kona hansara æt Abigajil; hon var vitig og vøkur kvinna, men maðurin var harður og óndur í øllum atburði sínum. Hann var av ætt Kalebs. Táið nú Dávid úti í oyðimørkini frætti, at Nabal klipti seyði sínum, sendi hann tíggju av monnum sínum avstað og segði við teir: ?Farið niðan á Karmel, og táið tit koma til Nabal, so heilsið honum frá mær og sigið: ?Til lukku! Friður veri við tær, friður veri við húsi tínum, og friður veri við øllum, ið tú hevur! Eg havi frætt, at tú roytir seyðin. Nú hava hirðar tínir verið saman við okkum; vit hava einki mein gjørt teimum, og teir hava einki mist, alla tíðina teir hava verið á Karmel. Spyr menn tínar, so skulu teir sjálvir siga tær tað! Lat nú menn okkara finna náði fyri eygum tínum! Ein gleðidag eru vit jú komnir higar; gev nú tænarum tínum og syni tínum Dávidi tað, sum tú hevur fyri hond!?? Táið menn Dávids nú komu hagar, søgdu teir í navni Dávids alt hetta við Nabal; síðani stóðu teir og bíðaðu. Men Nabal svaraði monnum Dávids: ?Hvør er Dávid! Hvør er sonur Ísai! Nú á døgum eru so mangir tænarar, sum leypast frá harrum sínum. Skuldi eg farið og tikið breyð mítt, vín mítt og slakt mítt, sum eg havi dripið til teirra, ið royta hjá mær, og givið monnum tað, sum eg ikki veit, hvaðani teir eru!? Menn Dávids fóru nú avstað aftur og fóru leið sína, og táið teir komu heimaftur, søgdu teir honum alt hetta. Tá segði Dávid við menn sínar: ?Gyrðið tykkum við svørði, hvør maður!? Teir gyrdu seg nú allir við svørði, og eisini Dávid gyrdi seg við svørði. Og úti við mans fóru við Dávidi, men vórðu hjá viðførinum. Men ein av dreingjunum segði Abigajil, konu Nabal, frá hesum: ?Dávid sendi boð higar úr oyðimørkini at heilsa húsbónda okkara, men hann skeldaði teir út. Og hesir menn hava verið so góðir við okkum; einki mein hava teir gjørt okkum, og einki hava vit mist, alla tíðina sum vit hava hildið okkum nær hjá teimum har úti á markini. Teir vóru múrur rundan um okkum bæði nátt og dag, alla tíðina sum vit vóru saman við teimum og røktaðu smáfæið. Hugsa nú um, hvat tú skalt gera! Tí vanlukkan hongur yvir húsbónda okkara og øllum húsi hansara; sjálvur er hann jú eitt illmenni, sum ikki tosast við!? Tá skundaði Abigajil sær og tók breyð, tveir skinnsekkir við víni, fimm tilgjørdar seyðir, fimm seur av bakaðum korni, rosinukøkur og fikukøkur, legði hetta á eslini og segði við dreingir sínar: ?Farið tit undan, eg komi aftaná!? Men Nabal, manni sínum, segði hon einki um hetta. Sum hon nú kom ríðandi á esli sínum og var aftur undir fjallinum, fekk hon at síggja Dávid og menn hansara, sum komu oman ímóti henni, so hon noyddist at møta teimum. Men Dávid hevði sagt: ?Til onga nyttu havi eg í oyðimørkini vart alt tað, ið hasin maður átti, so einki varð burtur av øllum, ið hansara var hann hevur lønt mær gott við illum! So satt sum Gud skal lata fíggindum Dávids gangast illa bæði nú og hereftir, skal eg ikki lata so mikið sum ein mann av øllum teimum, ið honum hoyra til, liva til í morgin!? Táið Abigajil fekk at síggja Dávid, fór hon við tað sama niður av eslinum, fall á andlit sítt fyri Dávidi og boygdi seg til jarðar. Hon fall niður fyri fótum hansara og segði: ?Tað eri eg, harri, tað eri eg, ið skyldina havi! Men loyv tænastukvinnu tíni at tala til tín, og lurta eftir tí, ið tænastukvinna tín sigur! Harri mín má ikki leggja í Nabal, hatta illmennið! Sum hann eitur, so er hann; Nabal eitur hann, og fullur er hann av dárskapi. Men eg, tænastukvinna tín, sá ikki menninar, ið tú, harri, sendi higar. Og nú, harri, so satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú sjálvur livir, hevur HARRIN forðað tær at draga blóðskyld oman yvir teg og sjálvum at taka tær rætt! Og nú skal gangast teimum sum Nabal fíggindum tínum og øllum, ið liggja eftir tær at gera tær ilt. Hesa gávu, ið tænastukvinna tín hevur havt við til harra mín, lat hana nú verða givna monnunum, sum eru í fylgi við harra mínum! Fyrigev nú tænastukvinnu tíni misbrot hennara! Tí HARRIN skal byggja harra mínum hús, sum stendur fast; tað er jú bardøgum HARRANS, harri mín stríðir í, og ónt er ikki funnið hjá tær, so leingi sum tú hevur livað. Skuldi nú onkur reist seg at jagstra teg og liggja tær eftir lívinum, so skal lív harra míns vera fjalt í flokki hinna livandi hjá HARRANUM Gudi tínum; men lív fígginda tína skal hann blaka burt sum stein úr sleingibandi! Táið HARRIN so uppfyllir harra mínum alt tað góða, ið Hann hevur lovað tær, og setur teg til høvdinga yvir Ísrael, so skal hetta ikki verða tær at falla um ella verða harra mínum samvitskuófriður, at tú hevur latið sakleyst blóð renna, og at harri mín sjálvur hevur tikið sær rætt. Og táið HARRIN ger harra mínum væl, minst tá tænastukvinnu tína!? Tá svaraði Dávid Abigajil: ?Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum í dag hevur sent teg ímóti mær! Lovaður veri klókskapur tín, og lovað veri tú sjálv, sum í dag hevur forðað mær at draga blóðskyld oman yvir meg og sjálvum at taka mær rætt! Men so satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum hevur hildið mær aftur frá at gera tær ilt: Hevði tú ikki skundað tær at komið ímóti mær, hevði ikki so mikið sum ein maður verið eftir hjá Nabal í morgin!? Og Dávid tók við gávunum, ið hon hevði havt við til hansara, og hann segði við hana: ?Far heimaftur í friði! Eg havi lurtað eftir orðum tínum og uppfylt bøn tína.? Táið Abigajil kom heim til Nabal, hevði hann júst gestaboð í húsi sínum, gestaboð sum hjá kongi; og Nabal var kátur og ógvuliga drukkin; hon segði honum tí einki, hvørki lítið ella stórt, fyrrenn lýsti. Men um morgunin, táið runnið var av Nabal, segði kona hansara honum alt. Tá stívnaði hjartað í brósti hansara, og hann varð sum steinur. Og einar tíggju dagar eftir, tá sló HARRIN Nabal, so hann doyði. Táið Dávid fekk at hoyra, at Nabal var deyður, segði hann: ?Lovaður veri HARRIN, sum hevur hevnt á Nabal vanvirðingina, ið hann vísti mær, og hildið tænara Sínum aftur frá at gera ilt! HARRIN hevur latið óndskap Nabals falla aftur á hansara egna høvd!? Síðani sendi Dávid boð og bað um Abigajil og vildi hava hana til konu. Tænarar Dávids komu til Abigajil á Karmel, og teir bóru fram ørindi síni og søgdu: ?Dávid hevur sent okkum til tín at biðja um teg.? Tá reistist hon, boygdi seg við andlitinum til jarðar og segði: ?Her er tænastukvinna tín, til reiðar at verða trælkvinna tín og vaska tænarum harra míns um føturnar!? Og Abigajil skundaði sær og gjørdi seg lidna og setti seg á esil sítt, somuleiðis tær fimm genturnar, ið vóru fylgi hennara; og hon fór avstað við monnunum, ið Dávid hevði sent, og varð kona hansara. Dávid hevði eisini tikið til konu Ahinoam úr Jizre'el; tær vórðu soleiðis báðar konur hansara. Men dóttur sína Mikal, konu Dávid, gav Saul Palti, syni La'is, úr Gallim. KAPITUL Zifitar svíkja Dávid aðru ferð, Dávid sparir uppaftur lív Sauls, Zifitar komu til Saul í Gibea og søgdu: ?Dávid krógvar seg á Hakilahædd, beint yvir av oyðimørkini!? Tá helt Saul avstað og fór til Zifsoyðimørk við monnum, sum vóru útvaldir úr øllum Ísrael, at leita eftir Dávidi í Zifsoyðimørk. Saul tók støðu á Hakilahædd beint yvir av oyðimørkini, við vegin. Dávid helt seg í oyðimørkini, og táið hann skilti, at Saul var komin eftir honum út í oyðimørkina, sendi hann út njósnarar og fekk at vita, at hetta var so, at Saul var komin. Tá fór Dávid avstað og kom, hagar sum Saul hevði tikið støðu, og Dávid sá staðið, har sum Saul og herhøvdingi hansara, Abner, sonur Ner, høvdu lagt seg at sova; Saul lá í vagnborgini, og menn hansara høvdu lagt seg rundan um hann. Tá tók Dávid til orða og segði við Ahimelek Hetit og við Abisai, son Zeruju, bróður Jóab: ?Hvør kemur við mær oman í tilhaldið til Saul?? Abisai svaraði: ?Eg skal koma við tær!? So komu Dávid og Abisai um náttina til herin; Saul lá og svav í vagnborgini; spjót hansara var stungið niður í jørðina við høvdalag hansara, og Abner og herfólkið lógu rundan um hann. Tá segði Abisai við Dávid: ?Gud hevur í dag givið fígginda tín í hendur tínar lat meg nú sleppa at renna spjótið ígjøgnum hann niður í jørðina við einum stingi, so eg skal ikki noyðast at geva honum meir enn tann eina!? Men Dávid svaraði Abisai: ?Drep hann ikki! Hvør hevur óstraffaður lagt hond á salvaða HARRANS!? Og Dávid segði framvegis: ?Nei, so satt sum HARRIN livir: HARRIN skal sjálvur sláa hann! Tími hansara kemur, og hann doyr ella hann verður ryktur burtur, táið hann fer í hernað. HARRIN lati tað vera langt frá mær at leggja hond á salvaða HARRANS! Men tak nú spjótið, ið stendur við høvdalag hansara og vatnkrukkuna, og lat okkum fara!? So tók Dávid spjótið og vatnkrukkuna frá høvdalagi Sauls, og teir fóru leið sína; har var eingin, sum sá tað ella var varur við tað ella vaknaði teir svóvu allir, tí HARRIN hevði latið fastan svøvn falla á teir. So fór Dávid yvir á eina hædd har beint yvirav og stóð har langt burtur, hinumegin dalin langt var ímillum teirra. Dávid rópti á hermenninar og á Abner, son Ner: ?Svarar tú ikki Abner?? Abner svaraði: ?Hvør ert tú, ið rópar yvir higar til kong?? Dávid segði við Abner: ?Tú ert jú maður, sum ikki hevur líka sín í Ísrael! Hví hevur tú ikki hildið vakt yvir harra tínum, kongi? Ein av monnunum kom og ætlaði at drepa kong, harra tín! Har hevur tú ikki borið teg væl at! So satt sum HARRIN livir: Tit hava uppiborið at lata lív, sum ikki hava hildið vakt yvir harra tykkara, yvir salvaða HARRANS! Hygg nú eftir, hvar spjót kongs er, og vatnkrukkan, ið stóð við høvdalag hansara!? Nú kendi Saul mál Dávids, og hann segði: ?Er tað mál títt, sonur mín Dávid?? Dávid svaraði: ?Ja, harri kongur!? Og hann segði: ?Hví jagstrar harri mín tænara sín so? Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt er í hond míni! Hevði harri mín kongurin nú viljað lurtað eftir tí, ið tænari tín sigur! Er tað HARRIN, sum hevur eggjað teg upp móti mær, so blíðka Hann við offurgávu! Men eru tað menniskju, so veri tey bannað fyri ásjón HARRANS! Tí nú hava tey rikið meg burt, so eg fái ikki verið í HARRANS egna landi tey siga jú: ?Far burtur og dýrka aðrar gudar!? Nú biði eg: Lat ikki blóð mítt væta jørðina langt burtur frá ásjón HARRANS! Ísraelskongur er jú farin út at leita eftir eini loppu, eins og akurhøna verður jagstrað á fjøllunum!? Tá segði Saul: ?Eg havi syndað! Kom aftur, sonur mín Dávid! Eg skal ikki gera tær nakað ilt uppaftur, við tað at lív mítt í dag var so dýrt í eygum tínum. Ja, eg havi borið meg at sum ein dári og eri vilstur langt av leið!? Dávid svaraði: ?Hygg, her er spjót kongsins lat ein av monnunum koma higar yvir eftir tí! Men HARRIN skal løna einum og hvørjum, ið rættvísur og trúfastur er; í dag gav HARRIN teg í hond mína, men eg vildi ikki leggja hond á salvaða HARRANS! Eins og lív títt í dag hevur verið nógv vert í mínum eygum, so skal lív mítt vera nógv vert í eygum HARRANS, og Hann skal bjarga mær úr allari neyð!? Tá segði Saul við Dávid: ?Signaður veri tú, sonur mín Dávid! Alt, ið tú fert undir, skalt tú eisini vera mentur at fullføra!? Síðani fór Dávid leið sína, og Saul fór heimaftur til sín sjálvs. KAPITUL Dávid hjá Akis í Gat, Í Ziklag, Men Dávid hugsaði við sær sjálvum: ?Einaferð komi eg nú kortini at lata lív fyri hond Sauls, eg havi einki gott at vænta mær! Eg veit eingi onnur ráð enn at rýma til Filistaraland; so gevur Saul uppat at leita eftir mær allastaðni í Ísraelslandi, og eg sleppi undan hond hansara.? Dávid fór nú avstað og fór við teimum monnunum, ið við honum vóru, til Akis, son Maok, kongin í Gat. Og Dávid varð verandi hjá Akis í Gat, hann og menn hansara, hvør við húsi sínum, Dávid við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre'el og Abigajil úr Karmel, konu Nabal. Táið Saul fekk at vita, at Dávid var flýddur til Gat, gavst hann at leita eftir honum. Men Dávid segði við Akis: ?Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so lat meg fáa eitt stað at búgva í eini av bygdunum hví skal tænari tín búgva hjá tær í høvuðsstaðnum!? Akis læt hann tá við tað sama fáa Ziklag; tí eiga kongarnir í Juda Ziklag enn í dag. Tíðin, ið Dávid búði í Filistaralandi, var í alt eitt ár og fýra mánaðir. Dávid og menn hansara fóru út og rændu hjá Gesuritum, Girzitum og Amalekitum; tí hetta vóru fólkini, ið frá fornum tíðum høvdu búð har í landinum, yvir ímóti Sur og líka til Egyptalands. Táið Dávid herjaði í landinum, læt hann hvørki mann ella kvinnu liva eftir; men smáfæ, neyt, esil, kamelar og klæði tók hann við sær og fór síðani heimaftur og kom til Akis. Táið nú Akis spurdi: ?Hvar hava tit herjað hesa ferð?? svaraði Dávid: ?Í Suðurlandinum í Juda!? ella: ?Í Suðurlandi Jerame'elita!? ella: ?Í Suðurlandi Kenita!? Dávid læt hvørki mann ella kvinnu liva eftir, so tey kundu koma til Gat; tí hann hugsaði: ?Tey kundu slatrað um okkum og sagt: ?So og so hevur Dávid gjørt, soleiðis hevur hann borið seg at, alla tíðina hann hevur búð í Filistaralandi!?? Og Akis trúði Dávidi og hugsaði: ?Hann hevur gjørt seg illa kendan hjá fólki sínum, Ísrael, og nú verður hann tænari mín við alla!? KAPITUL Dávid í Filistaraherinum, Saul hjá spákvinnuni í En-Dor, Um hesa tíðina savnaðu Filistarar herar sínar til at fara í hernað móti Ísrael. Tá segði Akis við Dávid: ?Tað veitst tú av, at tú kemur við mær í bardagan, bæði tú og menn tínir!? Dávid svaraði Akis: ?Gott, so skalt tú eisini fáa at síggja, hvat tænari tín dugir til!? Tá segði Akis við Dávid: ?Nú, so seti eg teg til lívvakt mína allar dagar!? Sámuel var deyður, og alt Ísrael hevði syrgt hann; teir høvdu jarðað hann í Rama, har sum hann búði. Saul hevði rikið av landinum tey, sum manaðu deyð, og sum spáaðu. Táið nú Filistarar høvdu savnað seg, komu teir og tóku støðu við Sunem. Tá savnaði eisini Saul alt Ísrael, og teir tóku støðu á Gilboa. Táið Saul sá Filistaraherin, ræddist hann so, at hjarta hansara pipraði. Og Saul spurdi HARRAN; men HARRIN svaraði honum ikki, hvørki í dreymum, við urim ella við profetum. Tá segði Saul við tænarar sínar: ?Finnið mær eina kvinnu, sum dugir at mana upp deyð, so skal eg fara til hennara og spyrja hana!? Tænarar hansara svaraðu: ?Í En-Dor er ein kvinna, sum dugir at mana.? Saul gjørdi seg nú ókenniligan, læt seg í onnur klæði og fór so avstað við tveimum fylgissveinum. Teir komu á náttartíð til kvinnuna, og Saul segði: ?Spáa mær við at mana upp ein deyðan, og fá mær tann upp, sum eg sigi tær!? Kvinnan svaraði honum: ?Tú veitst jú sjálvur, hvat Saul hevur gjørt, hvussu hann hevur beint av landinum tey, sum mana upp deyð, og sum spáa hví setur tú tá snerru fyri lív mítt til at volda mær deyðan?? Tá svór Saul henni eið um HARRAN og segði: ?So satt sum HARRIN livir, skal eingin skyld koma oman yvir teg í hesum!? So segði kvinnan: ?Hvønn skal eg tá mana tær upp?? Hann svaraði: ?Mana mær Sámuel upp!? Men táið kvinnan sá Sámuel, skar hon í hart róp, og hon segði við Saul: ?Hví hevur tú svikið meg? Tú ert jú Saul!? Tá segði kongurin við hana: ?Ræðst ikki! Men hvat sært tú?? Kvinnan svaraði Saul: ?Eg síggi ein gud koma upp úr jørðini.? Hann segði aftur við hana: ?Hvussu sær hann út?? Hon svaraði: ?Gamal maður kemur upp, sveipaður í kappa.? Tá skilti Saul, at tað var Sámuel, og hann kastaði seg niður við andlitinum til jarðar. Men Sámuel segði við Saul: ?Hví hevur tú órógvað meg og fingið meg upp?? Saul svaraði: ?Eg eri í stórari neyð; Filistarar eru komnir í hernað móti mær, og Gud er vikin frá mær og svarar mær ikki longur, hvørki við profetum ella í dreymum. Tí havi eg kallað teg upp, fyri at tú skalt siga mær, hvat eg skal gera.? Tá segði Sámuel: ?Hví spyrt tú meg, táið HARRIN er vikin frá tær og er vorðin fíggindi tín? HARRIN hevur nú gjørt við teg, sum Hann segði við mær HARRIN hevur rivið kongadømið úr hond tíni og givið einum øðrum tað, Dávidi. Aftur fyri at tú aktaði ikki orð HARRANS og lætst ikki Amalek kenna brennandi vreiði Hansara, so hevur HARRIN nú gjørt hetta við teg! HARRIN skal geva bæði teg og Ísrael í hendur Filistara, og í morgin skulu tú og synir tínir vera hjá mær; eisini her Ísraels skal HARRIN geva í hendur Filistara!? Tá fall Saul við tað sama endilangur til jarðar, slík ræðsla kom á hann av orðum Sámuels; hann hevði eisini fingið maktarloysi, tí hann hevði einki leskað allan dagin og alla náttina. Kvinnan kom nú yvir til Saul, og táið hon sá, at hann var frá sær sjálvum av ræðslu, segði hon við hann: ?Tænastukvinna tín aktaði orð tíni; eg vágaði lívið og gjørdi, sum tú segði við meg. So akta nú eisini tú tænastukvinnu tína lat meg seta ein breyðbita fyri teg, og et, so tú kanst hava megi, táið tú fert avstað!? Men hann bar seg undan og segði: ?Eg vil ongan mat hava!? Men táið bæði menn hansara og kvinnan noyddu hann, gav hann eftir fyri teimum, reistist upp av jørðini og setti seg á songina. Kvinnan hevði gøðingarkálv í húsinum; hann skundaði hon sær at drepa, og so tók hon mjøl, knoðaði tað og bakaði ósúrgað breyð. Síðani setti hon tað fyri Saul og tænarar hansara, og táið teir høvdu etið, reistust teir og fóru avstað somu nátt. KAPITUL Dávid koyrdur úr Filistaraherinum. Filistarar savnaðu nú allar herar sínar í Afek; men Ísrael tók støðu við kelduna í Jizre'el. Táið nú filistarahøvdingarnir hildu fram við hundraðum sínum og túsundum sínum, fóru eisini Dávid og menn hansara avstað saman við Akis; teir vóru aftastir í herinum. Tá søgdu filistarahøvdingarnir: ?Hvat hava hesir Hebrearar her at gera?? Akis svaraði: ?Hatta er jú Dávid, ein tænari Sauls kongs í Ísrael; hann hevur nú verið hjá mær eitt ár ella meir, og eg havi einki ilt funnið hjá honum, frá teirri stund hann gjørdist maður mín og líka til henda dag.? Men filistarahøvdingarnir vórðu illir við hann og søgdu við hann: ?Lat handa mann venda við og fara aftur til staðið, ið tú hevur givið honum at búgva á! Hann skal ikki koma við okkum í bardagan; tí hann kann tá venda sær ímóti okkum í bardaganum. Hvussu skuldi hann betur kunnað gjørt seg vælkendan aftur hjá harra sínum enn við at koma til hansara við høvdunum av hesum monnum! Er tað ikki um henda sama Dávid, tey kvøða í dansi: ?Saul feldi síni túsund, Dávid síni tíggjutúsund!?? Tá sendi Akis boð eftir Dávidi og segði við hann: ?So satt sum HARRIN livir: Tú ert rættiligur, og mær dámar væl, at tú gongur út og inn hjá mær í herinum; tí eg havi einki ilt funnið hjá tær, frá teirri stund tú komst til mín og líka til henda dag! Men høvdingunum dámar teg ikki. Vend tí nú aftur og far í friði, so tú einki gert, sum filistarahøvdingunum ikki dámar!? Tá segði Dávid við Akis: ?Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt hevur tú funnið hjá tænara tínum, frá tí degi eg kom í tænastu hjá tær og líka til henda dag, síðani eg skal ikki sleppa við í bardagan móti fíggindum harra míns kongsins!? Akis svaraði Dávidi: ?Eg veit best, at tú í eygum mínum ert góður sum eingil Guds; men filistarahøvdingarnir siga: ?Hann sleppur ikki við okkum í bardagan!? Farið tí tíðliga upp í morgin, bæði tú og tænarar harra tíns, sum eru komnir higar við tær gerið tykkum til í morgin ári og farið avstað, við tað sama sum lýsir!? Dávid og menn hansara fóru tá avstað tíðliga morgunin eftir og tóku leiðina heimaftur til Filistaraland; men Filistarar fóru til Jizre'el. KAPITUL Amalekitar hava brent Ziklag av, Dávid vinnur sigur á teimum, Hann sendir Judabýum gávur, Táið Dávid og menn hansara triðja dagin komu til Ziklag, høvdu Amalekitar herjað á Suðurlandið og Ziklag; teir høvdu tikið Ziklag og brent tað av. Kvinnurnar og øll, ið har vóru, bæði smá og stór, høvdu teir hertikið; teir høvdu ongan dripið, men høvdu havt tey við sær, táið teir fóru avstað aftur. Táið nú Dávid og menn hansara komu til býin, fingu teir at síggja, at hann var avbrendur, og at konur teirra og synir og døtur teirra vóru hertikin. Tá skóru teir í at gráta, bæði Dávid og menninir, ið við honum vóru, og teir grótu, inntil teir vóru ikki mentir at gráta longur. Eisini báðar konur Dávid, Ahinoam úr Jizre'el og Abigajil, kona Nabal Karmelit, vóru hertiknar. Sjálvur kom Dávid í stóra neyð; tí menninir ætlaðu at steina hann, so harmir og sorgarfullir vóru teir allir um synir og døtur sínar. Men Dávid leitaði sær styrki hjá HARRANUM Gudi sínum. Dávid segði so við Abjatar prest, son Ahimelek: ?Kom higar til mín við lívkyrtlinum!? Abjatar kom tá til Dávid við lívkyrtlinum. Dávid spurdi HARRAN: ?Skal eg halda eftir hesum ránsmannaflokki? Fái eg teir aftur?? HARRIN svaraði: ?Halt eftir teimum! Tú fært teir aftur, og tú skalt frelsa fangarnar!? So helt Dávid avstað við teimum monnunum, ið hjá honum vóru, og teir komu til Besorsløk. Har steðgaðu teir, sum eftir skuldu vera. Men Dávid við monnum helt eftir fíggindanum, og mans vórðu eftir teir vóru ov lúgvaðir til at fara um Besorsløk. Teir funnu nú ein Egypta liggjandi á markini; hann høvdu teir við sær til Dávid, og teir góvu honum breyð at eta og vatn at drekka. Harumframt góvu teir honum eina fikukøku og tvær rosinukøkur. Táið hann hevði etið, fekk hann lívsmegi sína aftur hann hevði ikki leskað mat og ikki drukkið vatn í trý samdøgur. Dávid spurdi hann tá: ?Hvørjum hoyrir tú til, og hvaðani ert tú?? Hann svaraði: ?Eg eri egyptiskur drongur, tænari hjá einum Amalekiti; harri mín rýmdi frá mær, táið eg varð sjúkur fyri trimum døgum síðani. Vit høvdu herjað í tí partinum av Suðurlandinum, har Kretar búgva, í tí landinum, sum hoyrir til Juda, og í tí partinum av Suðurlandinum, sum tilhoyrir ætt Kalebs; Ziklag brendu vit av.? Tá segði Dávid við hann: ?Vilt tú vísa mær veg til henda ránsmannaflokk?? Hann svaraði: ?Ger mær eið um Gud, at tú hvørki skalt drepa meg ella geva meg í hendur harra míns so skal eg vísa tær veg til ránsmannaflokkin, ið tú tosar um!? Hann vísti teimum so veg, og teir lógu tá spjaddir um allastaðni á markini og ótu og drukku og hildu gildi av øllum tí nógva fongi, ið teir høvdu tikið úr Filistaralandi og Judalandi. Dávid høgdi teir nú niður líka frá skýming til kvøldið eftir; eingin av teimum slapp uttan ungir menn, sum lupu upp á kamelarnar og flýddu. Dávid bjargaði øllum, ið Amalekitar høvdu rænt; eisini báðum konum sínum bjargaði Dávid. Eingin saknaðist, hvørki lítil ella stórur, hvørki synir ella døtur, heldur einki av fonginum ella av tí, sum teir høvdu tikið við sær; alt samalt hevði Dávid aftur við sær. Eisini alt fæið tók Dávid, bæði smáfæ og neyt; og teir róku tað fram fyri Dávid og róptu: ?Hetta er fongur Dávids!? Táið Dávid kom til hinar menninar, ið høvdu verið ov lúgvaðir til at fara við honum, og sum hann hevði latið verða eftir við Besorsløk, komu teir ímóti Dávidi og monnunum, ið við honum vóru; og Dávid gekk fram til menninar og heilsaði teimum. Tá tóku teir til orða, allir hinir óndu og grundarringu menn millum teir, ið við Dávidi høvdu verið; teir søgdu: ?Aftur fyri at teir komu ikki við okkum, geva vit teimum einki burtur av fonginum, ið vit hava bjargað; bert konu sína og børn síni kann hvør teirra taka við sær heim!? Men Dávid segði: ?Soleiðis mugu tit ikki gera, brøður mínir, við tað, ið HARRIN hevur givið okkum! Hann hevur varðveitt okkum og givið teir í hendur okkara, henda ránsmannaflokk, ið á okkum hevði herjað. Hvør skuldi farið og hildið við tykkum í hesum! Nei, tann, sum fór við í bardagan, skal ikki hava størri part av fonginum enn tann, ið eftir varð hjá viðførinum; teir skulu hava líka part!? Soleiðis varð, bæði tann dagin og eftirsíðani; hann gjørdi hetta til lóg og rætt í Ísrael sum tað er enn í dag. Táið Dávid kom til Ziklag, sendi hann nakað av fonginum til hinar elstu í Juda, sum vóru vinmenn hansara, og læt siga: ?Hyggið, her er ein gáva til tykkara av fonginum, ið tikin er frá fíggindum HARRANS!? Hann sendi til hinar elstu í Betel, í Ramot í Suðurlandinum, í Jattir, í Aroer, í Sifmot, í Estemoa, í Rakal, í býum Jerame'elita, í býum Kenita, í Horma, í Bor-Asan, í Atak, í Hebron og til øll støðini, har sum Dávid hevði flakkað um við monnum sínum. KAPITUL Saul doyr Filistarar herjaðu nú á Ísrael, og menn Ísraels flýddu undan Filistarum; teir falnu lógu víða hvar á Gilboafjalli. Filistarar vóru Saul og sonum hansara tætt í hølunum, og teir drópu Jónatan, Abinadab og Malkisua, synir Saul. Bardagin varð harður, har sum Saul var; bogamenninir raktu við hann, og ógvulig angist kom á hann fyri teimum. Tá segði Saul við vápnasvein sín: ?Drag svørð títt og stikk tað ígjøgnum meg, so ikki hesir óumskornu koma og stinga meg og fara illa við mær!? Men vápnasveinurin vildi ikki hann tordi ikki. Tá tók Saul sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað. Táið vápnasveinurin sá, at Saul var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði saman við honum. Soleiðis doyðu henda sama dag Saul, teir tríggir synir hansara, vápnasveinur hansara og allir menn hansara. Táið nú teir Ísraelsmenn, sum búðu hinumegin dalin og hinumegin Jordan, sóu, at menn Ísraels vóru flýddir, og at Saul og synir hansara vóru falnir, rýmdu teir úr býunum og flýddu; og Filistarar komu og búsettust har. Dagin eftir komu Filistarar at ræna hinar falnu; teir funnu tá Saul og teir tríggjar synir hansara liggjandi á Gilboafjalli. Teir høgdu høvdið av honum, rændu vápn hansara, sendu tey um alt Filistaraland og lótu kunngera gleðiboðskapin í avgudatemplum sínum og fyri fólkinum. Vápnini løgdu teir í astartutemplið, og kropp hansara hongdu teir upp á múrin í Bet-San. Men táið teir, sum búðu í Jabes í Gilead, frættu tað, ið Filistarar høvdu gjørt við Saul, fóru allir vápnaførir menn avstað, gingu alla náttina, tóku kroppar Sauls og sona hansara niður av múrinum í Bet-San, høvdu teir við sær til Jabes og brendu teir har. Síðani tóku teir bein teirra og jarðaðu tey undir tamariskinum í Jabes og hildu so føstu í sjey dagar. Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika KAPITUL Tøkk til Gud fyri, at samkoman fagnaði evangeliinum og trúði tí. Paulus, Silvanus og Timoteus til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! Vit takka Gudi altíð fyri tykkum øll, táið vit minnast tykkum í bønum okkara. Fyri ásjón Guds og Faðirs okkara minnast vit altíð og gloyma aldri verk tykkara í trúnni, arbeiði tykkara í kærleikanum og tolinmóð tykkara í vónini á Harra okkara Jesus Kristus. Vit vita jú, at tit eru útvaldir, tit brøður, elskaðir av Gudi. Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu. Tit vita eisini, hvussu atburður okkara var tykkara millum fyri tykkara skuld. Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum, so at tit eru vorðnir øllum hinum trúgvandi í Makedonia og Akaia fyridømi. Tí frá tykkum hevur orð Harrans ljóðað út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastaðni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud, so at okkum nýtist einki at siga um tað; tí tey kunngera sjálv um okkum, hvussu vit fingu inngongd hjá tykkum, og hvussu tit vendu tykkum til Gud frá avgudunum, at tæna hinum livandi og sanna Gudi og vænta Son Hansara av Himlunum, sum Hann reisti upp frá hinum deyðu, Jesus, sum frelsir okkum frá vreiðini, ið kemur. KAPITUL Paulus minnir um atferð sína millum teirra, takkar Gudi fyri tolinmóð teirra í trúnni og sigur frá longsli sínum at síggja teir aftur. Tit vita jú sjálvir, brøður, at inngongdin, ið vit fingu hjá tykkum, varð ikki til einkis. Nei, tóat vit, sum tit vita, høvdu liðið ilt frammanundan og vóru illa viðfarnir í Filippi, fingu vit tó dirvi í Gudi okkara at tala evangelium Guds til tykkara undir miklum stríði. Tí prædika okkara er ikki útrunnin av sviki ella óreinsku, er ei heldur í falsi; nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara. Tí aldri nakrantíð komu vit við smikrandi orðum sum tit vita ei heldur við skálkaskjóli fyri havisjúku Gud er vitni! Heldur ikki søktu vit æru frá menniskjum, hvørki frá tykkum ella frá øðrum, tóat vit sum ápostlar Kristusar væl kundu kravt æru. Nei, vit vóru mildir millum tykkara. Eins og móðir, ið fløvar børn síni við bróstið, so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir. Tit minnast jú, brøður, stríð og møði okkara, hvussu vit, meðan vit prædikaðu evangelium Guds fyri tykkum, arbeiddu nátt og dag fyri ongum av tykkum at vera til byrði. Tit eru vitni og Gud við hvussu heilagur, rættvísur og ólastandi atburður okkara var millum tykkara, sum trúgva. Somuleiðis vita tit, hvussu vit ámintu hvønn og ein tykkara, eins og faðir børn síni, og løgdu tykkum á hjarta og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína. Og tí takka vit eisini uttan íhald Gudi fyri, at táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds sum tað sanniliga eisini er! Tað vísir eisini kraft sína í tykkum, sum trúgva! Tí tit, brøður, eru vorðnir eftirfylgjarar samkoma Guds í Judea, sum eru í Kristi Jesusi. Tit hava jú eisini liðið tað sama av tykkara egnu landsmonnum, sum tey hava liðið av Jødunum, ið bæði drópu Harran Jesus og profetarnar, róku okkum út, ikki toknast Gudi og standa øllum menniskjum ímóti. Teir forða okkum at tala fyri heidningunum, so teir kundu verðið frelstir; soleiðis fylla teir altíð syndamál sítt. Men vreiðin er til fulnar komin yvir teir. Men vit brøður, sum stutta tíð hava verið skildir frá tykkum útvortis, ikki í hjartanum hava í stóra longsli okkara gjørt okkum tess meiri ómak at fáa andlit tykkara at síggja. Tí vit hava havt í huga at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði eina ferð og tvær ferðir; men Satan hevur forðað okkum. Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara! Tit eru jú heiður og gleði okkara. KAPITUL Paulus er glaður, tí hann við Timoteusi hevur fingið góð tíðindi frá samkomuni, Hann biður fyri henni, Táið vit tí ikki longur vóru mentir at bera tað, hildu vit vera best at verða einsamallir eftir í Aten; og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guds í evangelii Kristusar, at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara, at eingin skuldi gerast støðuveikur í hesum trongdum. Tit vita jú sjálvir, at til tað eru vit sett. Tí longu táið vit vóru hjá tykkum, søgdu vit tykkum frammanundan, at vit komu at líða trongdir sum eisini hevur gingið, og sum tit vita. Tí var tað eisini, eg sendi boð, táið eg ikki var mentur at bera tað longur; tí eg vildi vita um trúgv tykkara, um freistarin skuldi hava freistað tykkum, og arbeiði okkara verða til einkis. Men nú Timoteus er komin til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv og kærleika tykkara og um, at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum, so eru vit av teirri grund, viðvíkjandi tykkum, brøður, troystaðir av trúgv tykkara, í allari neyð og trongd okkara. Tí nú liva vit, táið tit standa fastir í Harranum. Tí hvussu fáa vit takkað Gudi fyri tykkum aftur fyri alla ta gleði, vit hava um tykkum fyri ásjón Guds okkara! Nátt og dag er tað jú hjartans bøn okkara, at vit skulu fáa andlit tykkara at síggja og bøta um tað, sum fattast í trúgv tykkara. Men Hann sjálvur, Gud og Faðir okkara, og Harri okkara Jesus Kristus, beini leið okkara til tykkara! Og tykkum lati Harrin taka til og fáa yvirflóð í kærleikanum hvør til annan og til øll, eins og vit hava hann til tykkara, so Hann styrkir hjørtu tykkara og ger tey ólastandi í heilagleika fyri Gudi og Faðir okkara, táið Harri okkara Jesus kemur við øllum hinum heiløgu Sínum! KAPITUL Áminning um at vaksa í heilaggering, Vón okkara viðvíkjandi teimum, sum sovnað eru í trúnni. Koma Harrans, Síðani, brøður, biðja og áminna vit tykkum í Harranum Jesusi, at tit mugu alt meiri ganga fram í at liva, sum tit hava lært av okkum, Gudi til tokka soleiðis sum tit eisini liva. Tit vita jú, hvørji boð vit góvu tykkum við Harranum Jesusi. Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi, at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru, ikki í girndarbruna, sum heidningarnir, ið kenna ikki Gud, at eingin ger bróður sínum órætt ella óskjal í nøkrum viðurskifti; tí Harrin er hevnari av øllum hesum sum vit eisini áður hava sagt og vitnað fyri tykkum. Tí Gud kallaði okkum ikki til óreinsku, men til heilaggering. Tann, ið vanvirðir hetta, vanvirðir tí ikki menniskja, men Gud, sum eisini gevur Heilaga Anda Sín í tykkum. Um bróðurkærleikan nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara; tí tit eru sjálvir lærdir av Gudi at elska hvør annan. Og tit gera tað við móti øllum brøðrunum í øllum Makedonia. Men vit áminna tykkum, brøður, at ganga enn meiri fram í tí og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum, so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til. Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum. Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva sum verða eftir til komu Harrans skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru. Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva sum eftir eru verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum! KAPITUL Um dag Harrans, Áminningar, Eftirskrift, Um tíð og tíma, brøður, nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara. Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt. Táið tey siga: ?Friður og eingin vandi!? tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan. Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. Tit eru jú allir børn ljóssins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til. Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar! Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. Men vit, ið hoyra deginum til latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm! Gud hevur jú ikki ætlað okkum til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi, sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vakja ella sova, skulu liva saman við Honum. Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan sum tit eisini gera! Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan! Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll! Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum! Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi! Sløkkið ikki Andan! Vanvirðið ikki profetiska talu nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir! Haldið tykkum frá øllum illum, hvussu tað so sær út! Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesu Krists! Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við! Brøður, biðið fyri okkum! Heilsið øllum brøðrunum við heiløgum kossi! Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum! Fyrra bræv Paulusar til Timoteus KAPITUL Áminning um at halda fast við hitt sanna evangelium, sum var Paulusi litið upp í hendur, og um at stríða hitt góða stríð fyri tað. Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara til Timoteus, ektabarn mítt í trúnni. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara! Eg biði teg nú sum táið eg fór til Makedonia at verða verandi í Efesus, fyri at tú skalt áleggja summum, ikki at ganga við fremmandari læru og ikki at lurta eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum meiri elva trætur enn fremja húshald Guds í trúnni. Endamál tess, ið álagt er, er kærleiki av reinum hjarta, góðari samvitsku og trúgv, ið ikki bert er eiti. Frá hesum eru summi vilst burtur og hava vent sær til tómt tos; tey vilja vera lóglærarar, tóat tey hvørki skilja tað, sum tey siga, ella tað, sum tey tala um við slíkum sjálváliti. Vit vita, at lógin er góð, um onkur nýtir hana, sum lógin eigur at verða nýtt, so hann skilir hetta, at lógin er til, ikki fyri hin rættvísa, men fyri lógleys og sjálvráðin, gudleys og syndarar, vanheiløg og óandalig, fyri slík, sum nýta yvirgang móti faðir og móður, fyri manndráparar, siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin og alt annað, sum er ímóti hini heilnæmu læru, eftir evangeliinum um dýrd hins sæla Guds, sum mær er litið upp í hendur. Eg takki Honum, sum gav mær kraft, Kristi Jesusi, Harra okkara, at Hann roknaði meg trúgvan og setti meg til tænastuna, meg, sum áður var spottari, atsøkjari og yvirgangskroppur; men eg fann miskunn, av tí at eg vitsti ikki betur, táið eg í vantrúgv gjørdi so. Ja, náði Harra okkara varð ómetaliga stór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti. Men tí fann eg miskunn fyri at Jesus Kristus kundi á mær sum fyrstur var vísa alt langmóð Sítt, teimum til fyridømi, sum skuldu trúgva á Hann til ævigt lív. Men kongi aldanna, hinum óforgeingiliga, ósjónliga, einasta Gudi, veri heiður og dýrd í aldur og allar ævir! Amen. Hetta boð líti eg tær upp í hendur, barn mítt Timoteus, eftir profetaorðunum, ið frammanundan eru talað um teg, fyri at tú eftir teimum skalt stríða hitt góða stríð, havandi trúgv og góða samvitsku sum nøkur hava kastað frá sær og liðið skipbrot, trúnni viðvíkjandi. Millum teirra eru Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Satan, fyri at teir skulu verða tyktaðir so, at teir lata vera at spotta. KAPITUL Fyriskipanir, gudstænastuni viðvíkjandi. Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus, sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll, til vitnisburð á tíð síni. Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki heidningum til lærara í trúgv og sannleika. Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu, somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiður, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum, men við góðum verkum sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta. Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni; men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla. Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva. Og Ádam varð ikki dáraður, men kvinnan varð dárað og fall í brot. Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði. KAPITUL Um umsjónarmenn og tænarar samkomunnar, Loyndarmál gudsóttans, Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til. Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur, ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur. Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón! Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins. Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins. Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi. Teir skulu varðveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku. Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi. Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum. Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi. Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus. Hetta skrivi eg tær, tóat eg vóni skjótt at koma til tín. Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans. Og sum ein og hvør má sanna stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd. KAPITUL Stórt fráfall skal koma, Timoteus verður ámintur um at vera trúgvur í tænastu síni, Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku, sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk. Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk; tí tað verður halgað við orði Guds og bøn. Táið tú lærir brøðurnar hetta, ert tú góður tænari Krists Jesu, sum verður fostraður upp við orðum trúarinnar og hinnar góðu læru, ið tú hevur fylgt. Men hinum vanheiløgu kellingaævintýrum skalt tú sigast undan; ven teg heldur til gudsótta! Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur. Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað. Tí er tað, vit arbeiða og verða háðaðir tí vit hava sett vón okkara á hin livandi Gud, sum er Frelsari alra menniskja, mest teirra, sum trúgva. Hetta skalt tú áleggja og læra. Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika! Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi! Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu! Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber! Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg. KAPITUL Fyriskipanir viðvíkjandi umsjónini við gomlum og ungum, monnum og kvinnum, elstum og fyristøðumonnum. Gomlum manni mást tú ikki seta harðliga at, men áminna hann sum faðir, ungar menn sum brøður, gamlar kvinnur sum møður, ungar sum systrar í øllum reinleika! Ær einkjur, sum veruliga eru einkjur! Men hevur einkja børn ella barnabørn, so lat tey læra fyrst at vísa sínum egna húsi gudsótta sín og løna foreldrum sínum aftur! Tað er tekkiligt í eygum Guds. Men tann, ið veruliga er einkja og stendur eina, hevur sett vón sína til Gud og heldur á við bøn og ákallan nátt og dag. Men tann, ið livir eftir lystum sínum, er livandi deyð. Hetta skalt tú bjóða, fyri at tey kunnu vera ólastandi. Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi. Einkja kann verða skrásett, táið hon ikki er undir ár, hevur verið kona eins mans, hevur vitnisburð um góð verk, hevur fostrað upp børn, víst gestablíðskap, vaskað heiløgum um føturnar, hjálpt neyðstøddum, lagt seg eftir øllum góðum verki. Men sigst undan ungum einkjum! Tí táið tær í holdligari trá svíkja Kristus, vilja tær giftast og hava so tann dóm, at tær hava brotið fyrstu trúgv sína. Aftrat hesum læra tær eisini, við tað at tær mala hús úr húsi, at vera latar, ja, ikki bert at vera latar, men eisini at bera sley og blanda seg upp í tað, sum ikki kemur teimum við og tala so tað, sum tær ikki eiga at tala. Tí vil eg, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, einki høvi geva mótstøðumanninum til at háða. Tí longu hava nakrar vent sær burtur eftir Satan. Hevur onkur trúgvandi, maður ella kvinna, einkjur, so hjálpi tey teimum og lati tær ikki falla samkomuni til byrði fyri at hon kann hjálpa teimum, ið veruliga eru einkjur! Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru. Tí skriftin sigur: ?Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir?, og: ?Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.? Tak ikki við klagu móti einum elsta uttan eftir tveimum ella trimum vitnum! Teimum, ið synda, skalt tú hava at, so allir hoyra, so eisini hinir kunnu hava ótta. Eg vitni fyri Gudi og Kristi Jesusi og hinum útvaldu einglum, at tú mást akta eftir øllum hesum uttan fordóm, og at tú einki gert av partakenslu. Ver ikki skjótur at leggja hendurnar á nakran, hav ikki lut í syndum annara halt teg sjálvan reinan! Drekk ikki longur bert vatn, nei, njót eitt sindur av víni fyri maga tín og tað, sum javnan bagir tær! Syndirnar hjá summum eru opinberar og fara undan til dóm; men hjá summum koma tær aftaná. Á sama hátt eru eisini hini góðu verkini opinber; og tey, sum ikki er so við, kunnu tó ikki dyljast. KAPITUL Skylda træla, Áminning um gudsótta við nøgdsemi og um at stríða hitt góða stríð trúarinnar, Vandar ríkdómsins og rætta nýtsla hansara, Øll, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, so navn Guds og læran ikki verða spottað. Tey, sum hava trúgvandi harrar, skulu ikki vanvirða teir, fyri tað at teir eru brøður, men tess heldur tæna teimum, við tað at teir, ið njóta gott av góða verki teirra, eru trúgvandi og elskaðir. Lær hetta og áminn um tað! Gongur onkur við fremmandari læru og heldur seg ikki til heilnæmu orð Harra okkara Jesu Krists og læruna, ið samsvarar við gudsótta, so er hann uppblástur, tóat hann einki skilir, men er sjúkur eftir trætum og orðastríði, sum volda øvund, kjak, speireking, óndan illgruna, støðugt klandur millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning. Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur! Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani. Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið. Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang. Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum. Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri! Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til og játtaði hina góðu játting fyri mongum vitnum! Fyri Gudi, sum gevur øllum lív, og fyri Kristi Jesusi, sum vitnaði hina góðu játting fyri Pontiusi Pilatusi, áleggi eg tær, at tú heldur boðið reint og ólastandi líka til opinbering Harra okkara Jesu Krists, sum hin sæli og eina valdandi skal lata okkum síggja á tíð síni Kongur konganna og Harri harranna, Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til, Hann, sum einki menniskja hevur sæð ella kann síggja Honum tilhoyrir heiður og ævigt vald! Amen. Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta. Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin, og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív! Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu ?kunnskaparins? sum tað av órøttum verður kallað, og sum nøkur játta seg undir og eru vilst burt frá trúnni! Náðin veri við tær! Annað bræv Jóhannesar Áminning um kærleika, Ávaring móti lygilærarum, Hin elsti til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg av sonnum elski og ikki bert eg, men eisini øll, ið hava lært sannleikan at kenna fyri sannleikans skuld, sum verður verandi í okkum og skal vera við okkum til ævigar tíðir. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og frá Jesusi Kristi, Syni Faðirsins, skal vera við okkum, í sannleika og kærleika. Eg havi stórliga glett meg um, at eg havi funnið nøkur av børnum tínum at liva í sannleikanum, eftir boðnum, ið vit fingu frá Faðirinum. Og nú biði eg teg, frú ikki, sum eg hevði skrivað tær nýtt boð, men tað, sum vit høvdu frá upphavi at vit skulu elska hvørt annað. Hetta er kærleikin, at vit liva eftir boðum Hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, fyri at tit skulu liva eftir tí. Tí mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki játta Jesus sum Kristus, komnan í holdi; slíkur er villleiðarin og Antikristus. Varðið tykkum, at tit missa ikki tað, sum vit hava avrikað, men kunnu fáa fulla løn! Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin. Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan! Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara. Eg havi nú nógv at skriva til tykkara; men eg vil ikki gera tað við pappíri og blekki; nei, eg vóni at koma til tykkara og tala munnliga við tykkum, so gleði okkara kann verða fullkomin. Børn systur tínar, hinnar útvaldu, lata heilsa tær. Seinna Kongabók KAPITUL Ahazja og Elias. Eftir at Akab var deyður, reiv Móab seg leyst undan Ísrael. Ahazja datt út gjøgnum vindeygagrindina í loftsali sínum í Samaria og legðist sjúkur. Tá sendi hann menn avstað og segði við teir: ?Farið og spyrjið Ba'al-Zebub, gudin í Ekron, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!? Men eingil HARRANS segði við Elias Tisbit: ?Ger teg til, far ímóti sendimonnum kongsins í Samaria og sig við teir: ?Er tað, tí eingin Gud er í Ísrael, at tit fara at spyrja Ba'al-Zebub, gudin í Ekron! Aftur fyri hetta sigur HARRIN so: Tú skalt ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í tú skalt doyggja!?? Elias fór tá. Táið sendimenninir komu aftur til kongin, spurdi hann teir: ?Hví koma tit aftur?? Teir svaraðu: ?Maður kom ímóti okkum og segði við okkum: ?Farið aftur til kong, ið sent tykkum hevur, og sigið við hann: So sigur HARRIN: Er tað, tí eingin Gud er í Ísrael, at tú sendir boð at spyrja Ba'al-Zebub, gudin í Ekron! Aftur fyri hetta skalt tú ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í tú skalt doyggja!?? Hann spurdi teir: ?Hvussu sá maðurin út, sum kom ímóti tykkum og segði hetta við tykkum?? Teir svaraðu: ?Tað var maður í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar.? Tá segði hann: ?Tað hevur verið Elias Tisbitur!? Hann sendi nú eftir honum høvuðsmann yvir fimti við monnum hansara. Hesin fór niðan til hansara, har hann sat á fjalstindinum, og segði við hann: ?Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman!? Men Elias svaraði høvuðsmanninum yvir fimti: ?Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimti monnum tínum!? Tá fall eldur niður av himli og forkom honum og hinum fimti monnum hansara. Uppaftur sendi hann eftir honum høvuðsmann yvir fimti við monnum hansara. Hesin tók til orða og segði við hann: ?Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman, og tað skjótt!? Men Elias svaraði teimum: ?Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimti monnum tínum!? Tá fall eldur Guds niður av himli og forkom honum og hinum fimti monnum hansara. Tá sendi hann eftir honum triðja høvuðsmannin yvir fimti við monnum hansara. Hesin triði høvuðsmaðurin fór niðan til Elias, fall á knæ fyri honum, bønaði hann og segði við hann: ?Gudsmaðurin! Lat lív mítt og lívið í hesum fimti tænarum tínum vera dýrt í eygum tínum! Eldur fall jú niður av himli og forkom báðum hinum fyrru høvuðsmonnunum yvir fimti við monnum teirra; men lat nú lív mítt vera dýrt í eygum tínum!? Tá segði eingil HARRANS við Elias: ?Far oman við honum, og ræðst ikki hann!?* So reistist hann og fór oman við honum til kongin. Og hann segði við kongin: ?So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú sendi menn avstað og ætlaði at spyrja Ba'al-Zebub, gudin í Ekron mundi tað vera, tí eingin Gud er í Ísrael, sum tú kundi spyrja! so skalt tú ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í tú skalt doyggja!? Og hann doyði eftir tí orði HARRANS, ið Elias hevði talað. Jóram* tók ríkið eftir hann, annað árið ið judakongur Jóram, sonur Jósafat, sat við stýrið; tí hann átti ongan son. Tað, ið annars er at siga um Ahazja, um tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. KAPITUL Elias fer til Himmals, Elisa ger vatnið í Jeriko gott, Revsar nakrar smádreingir í Betel, Táið nú HARRIN ætlaði at taka Elias upp til Himmals í stormi, fóru Elias og Elisa úr Gilgal. Nú segði Elias við Elisa: ?Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Betel!? Men Elisa svaraði: ?So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir eg skiljist ikki frá tær!? Teir fóru so til Betel. Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Betel vóru, út til Elisa og søgdu við hann: ?Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?? Hann svaraði: ?Ja, eg veit tað tegið bara!? Síðani segði Elias við hann: ?Steðga her, Elisa, tí HARRIN hevur sent meg til Jeriko!? Men hann svaraði: ?So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir eg skiljist ikki frá tær!? Teir komu so til Jeriko. Tá komu profetalærisveinarnir, sum í Jeriko vóru, til Elisa og søgdu við hann: ?Veitst tú, at HARRIN í dag ætlar at taka harra tín burt yvir høvdinum á tær?? Hann svaraði: ?Ja, eg veit tað tegið bara!? So segði Elias við hann: ?Steðga her, tí HARRIN hevur sent meg til Jordan!? Men hann svaraði: ?So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir eg skiljist ikki frá tær!? Teir fóru so báðir avstað. Men av profetalærisveinunum fóru avstað og stóðu beint yvir av teimum, langt burtur; og teir stóðu við Jordan báðir. Elias tók nú kappa sín, ballaði hann saman og sló vatnið við honum; tá skiltist tað til báðar síður, og teir fóru yvirum á turrum. Táið teir vóru yvirum komnir, segði Elias við Elisa: ?Sig, hvat tú vilt hava meg at gera fyri teg, áðrenn eg verði tikin burt frá tær!? Elisa svaraði: ?Lat tvífaldan part av anda tínum falla á meg!? Tá segði hann: ?Ikki er tað smávegis, ið tú biður um! Sært tú meg, táið eg verði tikin burt frá tær, so fært tú tað; annars fært tú tað ikki.? Sum teir nú gingu og tosaðu saman, kom eldvagnur við eldhestum og skilti teir hvønn frá øðrum; og Elias fór upp til Himmals í storminum. Táið Elisa sá hetta, rópti hann: ?Faðir mín, faðir mín vagnar og hestmenn Ísraels!? Og hann sá hann ikki aftur. Tá treiv hann í klæði síni og skræddi tey sundur í helvt. Síðani tók hann kappa Eliasar sum dottin var av honum vendi við og fór oman at áarbakkanum við Jordan. Hann tók so kappa Eliasar sum dottin var av honum sló vatnið við honum og segði: ?Hvar er HARRIN, Gud Eliasar!? Táið hann hevði sligið vatnið, skiltist tað til báðar síður, og hann fór yvirum. Táið profetalærisveinarnir í Jeriko sum stóðu beint yvir av honum sóu hann gera hetta, søgdu teir: ?Andi Eliasar hvílir á Elisa!? Teir komu so ímóti honum og kastaðu seg til jarðar fyri honum. Síðani søgdu teir við hann: ?Her hjá tænarum tínum eru raskir menn; lat teir fara avstað og leita eftir harra tínum! Kanska Andi HARRANS hevur tikið hann og kastað hann á okkurt fjall ella í onkun dal.? Hann svaraði: ?Tit skulu ikki senda teir avstað.? Men við tað at teir hildu á at júka við hann, segði hann: ?Sendið teir so avstað!? Teir sendu nú hinar menninar avstað, og teir leitaðu í tríggjar dagar, men funnu hann ikki. So komu teir aftur til hansara hann var enn í Jeriko og hann segði við teir: ?Segði eg ikki við tykkum, at tit skuldu ikki fara!? Menninir í býnum søgdu nú við Elisa: ?Býurin liggur væl fyri, sum harri mín sær; men vatnið er ringt, og tað voldir, at konurnar hitta reis.? Tá segði hann: ?Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!? Teir so gjørdu. So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: ?So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.? Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag eftir orðinum, ið Elisa hevði talað. Haðani fór hann til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: ?Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!? Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur av dreingjunum. Haðani fór hann til Karmelsfjall og fór haðani aftur til Samaria. KAPITUL Jóram í Ísrael og Mesa í Móab. Jóram, sonur Akab, varð kongur í Samaria yvir Ísrael, átjanda árið ið judakongur Jósafat sat við stýrið; og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, tó ikki sum faðirin og móðirin; tí hann tók burtur ba'alsminnissteinin, ið faðir hansara hevði latið gjørt. Tó varð hann hangandi uppi í syndunum, sum Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera; frá teimum veik hann ikki. Mesa kongur í Móab hevði nógv fæ, og hann læt í skatt til ísraelskong lomb og ullina av veðrum. Men táið Akab var deyður, reiv Móab seg leyst undan ísraelskongi. Tá helt Jóram kongur avstað úr Samaria og kannaði alt Ísrael. Síðani sendi hann Jósafat judakongi boð og læt siga: ?Móabskongur hevur rivið seg leysan frá mær; vilt tú koma við mær í hernað móti Móab?? Hann svaraði: ?Ja, eg skal koma við sum tú, so eg, sum fólk títt, so fólk mítt, sum hestar tínir, so hestar mínir!? Og hann spurdi: ?Hvørja leið skulu vit fara hagar?? Hann svaraði: ?Gjøgnum Edomsoyðimørk.? So fóru teir avstað, ísraelskongur, judakongur og edomskongur, og táið teir høvdu ferðast sjey dagsferðir, var einki vatn til herin og heldur ikki til kríatúrini, ið teir høvdu við sær. Tá segði ísraelskongur: ?Vanlukkutíð! Hevur HARRIN kallað hesar tríggjar kongar higar at geva teir í hendur Móabs?? Men Jósafat segði: ?Er eingin profetur HARRANS her, sum vit kunnu spyrja HARRAN til ráðs við?? Tá svaraði ein tænari ísraelskongs: ?Elisa, sonur Safat, er her, hann, sum helti vatn á hendur Eliasar.?* Jósafat segði: ?Hjá honum er orð HARRANS!? So fóru ísraelskongur og Jósafat og edomskongur til hansara. Men Elisa segði við ísraelskong: ?Hvat havi eg við teg at gera! Far tú til profetar faðirs tíns og móður tínar!? Ísraelskongur svaraði honum: ?Sig ikki so! HARRIN hevur jú kallað hesar tríggjar kongarnar higar at geva teir í hendur Móabs!? Tá segði Elisa: ?So satt sum HARRIN Gud herskaranna livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Var tað ikki, tí Jósafat kongur í Juda er her, so hevði eg hvørki lagt í teg ella hirt at hugt á teg! Men farið mær nú eftir hørpuspælara!? Táið so hørpuspælarin spældi á hørpu síni, kom hond HARRANS yvir hann. Og hann segði: ?So sigur HARRIN: Gravið grøv hjá grøv her í dalinum! Tí so sigur HARRIN: Tit skulu hvørki síggja vind ella regn, men hesin dalur skal kortini fyllast av vatni, so tit fáa at drekka, bæði tit sjálvir og herur tykkara og kríatúr tykkara. Men hetta er ikki HARRANUM nóg mikið Hann skal eisini geva Móab í hendur tykkara. Tit skulu taka hvønn víggirdan stað og hvønn stóran bý; hvørt gott træ skulu tit fella, allar keldur skulu tit tippa, og alla góða akurjørð skulu tit spilla við gróti.? Morgunin eftir, um ta tíðina ið matofrið verður borið fram, kom vatn, haðani sum Edom lá, og landið fyltist av vatni. Táið Móabitar hoyrdu, at kongarnir vóru komnir at herja á teir, vórðu teir kallaðir saman, allir, ið mentir vóru at bera vápn; og teir tóku støðu við markið. Men tíðliga um morgunin, táið sólin kom upp og skein á vatnið, sóu Móabitar vatnið framman fyri seg reytt sum blóð. Tá søgdu teir: ?Hatta er blóð! Kongarnir hava gjørt enda hvør á øðrum, teir hava høgt hvør annan niður! Leggist nú á fongin, Móabitar!? Men táið teir komu at tilhaldi Ísraels, hildu Ísraelsmenn á teir og vunnu Móabitar, so teir flýddu undan teimum; síðani brutu teir seg inn í landið og vunnu uppaftur sigur á Móabitum. Býirnar brutu teir niður; á alla góða akurjørð kastaðu teir hvør sín stein, so hon varð full av gróti; hvørja keldu tiptu teir, og hvørt frukttræ feldu teir, so at einki varð eftir uttan steinmúrarnir í Kir-Hareset; og henda bý kringsettu teir, sum nýttu sleingiband, og kastaðu á hann. Táið móabskongur sá, at hann var ikki mentur at standa móti álopinum, tók hann við sær vápnaførar menn og royndi at bróta seg út, har sum edomskongur hevði støðu; men tað miseydnaðist. So tók hann frumborna son sín, hann, ið ríkið skuldi taka eftir hann, og ofraði hann á múrinum sum brennioffur. Tá kom ógvulig vreiði yvir Ísrael, og teir hildu avstað haðani og fóru heimaftur til land sítt. KAPITUL Elisa og olja einkjunnar, Elisa hjá hini ríku konuni í Sunem, Elisa ger matin etandi, Mettar mans við byggbreyðum, Ein kvinna, ið hevði verið gift við einum av profetalærisveinunum, rópti á Elisa og segði: ?Tænari tín maður mín er deyður, og tú veitst, at tænari tín óttaðist HARRAN; men nú kemur ein, ið átti hjá honum, og ætlar at gera báðar synir mínar til trælir hjá sær.? Elisa segði við hana: ?Hvat kann eg gera fyri teg? Sig mær: Hvat hevur tú í húsinum?? Hon svaraði: ?Tænastukvinna tín hevur einki annað í húsinum enn krukku við olju.? Tá segði hann: ?Far og læn tær íløt frá øðrum, frá øllum grannum tínum tóm íløt lat tey ikki vera ov fá! Far so inn, læs dyrnar eftir tær og sonum tínum, og hell oljuna í øll íløtini! So hvørt sum tey eru full, skalt tú seta tey frá tær.? Hon fór nú frá honum. Og hon læsti dyrnar eftir sær og sonum sínum; teir rættu henni íløtini, og hon helti í tey. Táið íløtini vóru full, segði hon við son sín: ?Rætt mær eitt ílat enn!? Men hann svaraði: ?Einki ílat er eftir!? Tá helt oljan uppat at renna. Hetta kom hon og segði gudsmanninum, og hann segði: ?Far og sel oljuna og rinda skuld tína! So kunnu tú og synir tínir liva av tí, sum av loypur.? Ein dagin kom Elisa á ferð síni til Sunem. Har búði rík kvinna, sum noyddi hann at eta hjá sær; og hvørja ferð hann nú kom hesa leið, fór hann inn har og fekk sær at eta. Hon segði tá við mann sín: ?Hoyr, eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður, ið ferð eftir ferð kemur henda vegin. Lat okkum múra upp lítið kamar á takinum og seta inn hagar song til hansara og borð, stól og ljósastaka! Táið hann so kemur til okkara, kann hann hava hetta kamarið.? Hann kom nú hagar ein dag og fór inn í takkamarið og legðist har. Tá segði hann við Gehazi, tænara sín: ?Rópa hasa sunamitisku konuna!? Hann rópti hana so, og hon steig fram fyri hann. So segði hann við Gehazi: ?Sig við hana: ?Tú hevur nú havt allan henda ómak av okkum hvat kann eg gera fyri teg? Er okkurt, ið eg kann tosa við kong um fyri teg, ella við herhøvdingan??? Men hon svaraði: ?Eg búgvi jú her mitt ímillum fólk mítt!? Tá segði hann: ?Hvat kann eg tá gera fyri hana?? Gehazi svaraði: ? Hon hevur jú ongan son, og maður hennara er gamal.? Nú segði hann: ?Rópa hana!? Hann rópti hana tá, og hon kom og stóð í durunum. Og hann segði: ?Um hesa tíðina at ári skalt tú halda son í favninum.? Men hon svaraði: ?Nei, harri mín, gudsmaðurin lúgv ikki fyri tænastukvinnu tíni!? Men kvinnan varð við barn og átti son árið eftir, júst um ta tíðina ið Elisa hevði sagt henni. Táið drongurin var vorðin stórur, fór hann ein dagin út til faðir sín, sum var úti hjá teimum, ið skóru akur. Tá segði hann við faðir sín: ?Høvd mítt, høvd mítt!? Faðir hansara segði við tænara sín: ?Ber hann heim til móður hansara!? Hann tók hann og bar hann heim til móður hansara, og hon sat undir honum til middags; tá doyði hann. Men hon fór upp og legði hann í song gudsmansins, læsti síðani dyrnar og fór avstað. So rópti hon mann sín og segði: ?Send mær ein av tænarunum við esli! So skal eg skunda mær avstað til gudsmannin og síðani koma aftur.? Hann spurdi: ?Hví ætlar tú at fara til hansara í dag? Tað er jú hvørki sólkomudagur ella sabbatur!? Men hon segði: ?Tað er tað sama!? Síðani læt hon eslið saðla og segði við tænara sín: ?Rek nú hart! Steðga mær ikki, meðan eg ríði, uttan eg sigi til!? So fór hon avstað og kom til gudsmannin á Karmelsfjalli. Táið gudsmaðurin sá hana nakað burtur, segði hann við Gehazi, tænara sín: ?Hygg, har er kvinnan úr Sunem! Leyp nú ímóti henni og sig við hana: ?Veit tær væl við? Veit manni tínum væl við? Veit dronginum væl við??? Hon svaraði: ?Ja, okkum veit væl við!? Men táið hon kom niðan á fjallið til gudsmannin, tók hon um føtur hansara; Gehazi steig nú til og ætlaði at koyra hana burt, men gudsmaðurin segði: ?Lat hana vera! Hon hevur stóra hjartasorg, men HARRIN hevur dult tað fyri mær og ikki latið meg vitað tað.? Tá segði hon: ?Havi eg biðið harra mín um son! Segði eg ikki, at tú mátti ikki narra meg!? Nú segði hann við Gehazi: ?Gyrð lendar tínar, tak stav mín í hondina og halt avstað! Møtir tú onkrum, so heilsa honum ikki, og heilsar onkur tær, so heilsa ikki aftur! Og legg stav mín yvir andlit drongsins!? Men móðir drongin segði: ?So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir eg fari ikki frá tær!? Tá reistist hann og fór við henni. Gehazi fór undan og legði stavin yvir andlit drongsins; men har hoyrdist ikki ljóð, og einki tekin sást til lív. Hann vendi tá aftur, fór ímóti Elisa, bar honum boð um hetta og segði: ?Drongurin vaknaði ikki!? Táið Elisa nú var komin inn í húsið, sá hann drongin liggja deyðan á song síni. Hann fór tá inn, læsti dyrnar og bað til HARRAN. Síðani fór hann uppí og legði seg oman á drongin við munni sínum á munni hansara, eygum sínum á eygum hansara og hondum sínum á hondum hansara; táið hann soleiðis boygdi seg yvir hann, ornaði likam drongsins. So reistist hann aftur, gekk eina ferð aftur og fram í kamarinum og fór síðani uppí aftur og boygdi seg yvir drongin; tá neys drongurin sjey ferðir og læt sundur eyguni. Nú rópti hann Gehazi og segði: ?Rópa hasa sunamitisku kvinnuna!? Hann rópti hana so, og táið hon kom inn til hansara, segði hann: ?Tak son tín!? Tá kom hon og fall niður fyri fótum hansara og kastaði seg til jarðar; síðani tók hon son sín og fór út. Elisa fór nú aftur til Gilgal. Hungursneyð var tá í landinum. Sum nú profetalærisveinarnir sótu hjá honum, segði hann við tænara sín: ?Set stóra pott útá og kóka profetalærisveinunum eina máltíð!? Ein teirra fór so út á markina at henta urtir; hann fann eina villa vavplantu og hentaði av henni so nógvar villar agurkar, sum hann fekk borið í kappanum; táið hann tá kom aftur, skar hann teir niður í pottin; tí teir kendu teir ikki. Síðani varð oyst uppúr til menninar, so teir kundu fáa sær; men táið teir smakkaðu á matin, skóru teir í róp og søgdu: ?Deyðin er í pottinum, gudsmaðurin!? Og teir kundu ikki bera tað í munn. Men hann segði: ?Komið við mjøli!? Tað gjørdi hann út á pottin og segði so: ?Oys uppúr til fólkið, so tað kann fáa sær!? Og nú var einki ilt í pottinum longur. Einaferð kom maður úr Ba'al-Salisa, og hann hevði við til gudsmannin breyð, ið vóru bakað av frumgróðrinum, byggbreyð, og nýheystað korn í posa sínum. Tá segði Elisa: ?Gev fólkinum hetta at eta!? Men tænari hansara segði: ?Hvussu kann eg seta hetta fyri menn!? Hann svaraði: ?Gev fólkinum tað at eta! Tí so sigur HARRIN: Teir skulu eta og leiva.? Hann legði tað tá fyri teir, og teir ótu og leivdu eftir orði HARRANS. KAPITUL Na'aman. Gehazi revsaður. Na'aman, herhøvdingi áramskongs, hevði nógv at siga hjá harra sínum og var nógv virdur; tí við honum hevði HARRIN givið Áramearum sigur; hann var veldigur kappi, men spitalskur. Nú høvdu Áramearar einaferð á herjiferð tikið við sær sum fanga úr Ísraelslandi eina smágentu; hon var komin at tæna hjá konu Na'aman. Hon segði við matmóður sína: ?Hevði harri mín bert verið hjá profetinum í Samaria! Hann hevði hjálpt honum frá spitalskuni.? Na'aman fór so inn til harra sín og segði honum frá hesum: ?So og so hevur gentan úr Ísraelslandi sagt.? Tá segði kongurin í Áram: ?Far hagar! Eg skal lata teg fáa bræv við til ísraelskong.? Hann fór nú avstað og tók við sær talentir av silvuri, seklar av gulli og hátíðarklædningar. Og hann fekk ísraelskongi brævið. Í tí stóð: ?? Og nú, táið tú fært hetta bræv, skalt tú vita, at eg havi sent tænara mín Na'aman til tín, fyri at tú skalt hjálpa honum frá spitalsku hansara.? Táið ísraelskongur hevði lisið brævið, skræddi hann klæði síni og segði: ?Eri eg Gud, so eg havi vald yvir deyða og lívi síðani hann sendir mær boð og vil hava meg at hjálpa manni frá spitalsku hansara! Tit síggja tá greitt, at hann leitar sær føri til stríð við meg!? Men táið Elisa gudsmaður frætti, at ísraelskongur hevði skrætt klæði síni, sendi hann boð til kongin og læt siga: ?Hví hevur tú skrætt klæði tíni? Lat hann koma til mín! So skal hann sanna, at profetur er í Ísrael.? So kom Na'aman við hestum og vagni sínum og steðgaði fyri durum Elisa. Elisa sendi boð út til hansara og læt siga: ?Far og baða tær í Jordan sjey ferðir! So verður likam títt frískt aftur, og tú verður reinur.? Tá kom ilt í Na'aman, og hann rýmdi avstað aftur við hesum orðum: ?Eg hugsaði, at hann fór at koma út til mín, stíga fram og ákalla navn HARRANS Guds síns og førka hondina aftur og fram yvir staðnum og soleiðis taka burtur spitalskuna! Eru ikki Abana og Parpar, áirnar við Damaskus, betri enn øll vøtn í Ísrael! Kundi eg ikki baðað mær í teimum og verðið reinur!? Síðani vendi hann við og helt avstað í vreiði. Men tænarar hansara stigu fram og søgdu við hann: ?Faðir! Hevði profeturin álagt tær okkurt, sum var nógv fyri, hevði tú tá ikki gjørt tað! Hvussu mikið meiri tá ikki, nú ið hann bert sigur við teg: ?Baða tær, so verður tú reinur!?? Tá fór hann oman og fór sjey ferðir undir í Jordan soleiðis sum gudsmaðurin hevði sagt; likam hansara varð tá frískt aftur sum á smábarni, og hann varð reinur. So vendi hann við aftur til gudsmannin við øllum fylgi sínum, og táið hann var komin hagar, steig hann fram fyri hann og segði: ?Nú veit eg, at eingin Gud er á allari jørðini uttan í Ísrael! Tak tí nú við gávu frá tænara tínum!? Men hann svaraði: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg taki ongum við!? Og tóat hann bað hann mikið um at taka við henni, vildi hann kortini ikki. Tá segði Na'aman: ?Síðani tú ikki vilt, so lat tó tænara tín fáa so mikið av mold, sum tvey múldýr bera! Tí tænari tín skal aldri aftur ofra brennioffur ella sláturoffur til aðrar gudar, nei, eina til HARRAN. Men eitt man HARRIN fara at fyrigeva tænara tínum: Táið harri mín* fer inn í tempul Rimmons at tilbiðja, og hann styðjar seg við hond mína, og eg kasti meg niður har í templi Rimmons, so man HARRIN fara at fyrigeva tænara tínum hetta at eg kasti meg niður í templi Rimmons.? Hann svaraði: ?Far í friði!? So skiltust teir. Men táið hann var komin nakað frá honum, segði Gehazi, tænari Elisa gudsmans: ?Har hevur harri mín latið handa Áramearan Na'aman sloppið og hevur ikki havt frá honum tað, ið hann hevði við! So satt sum HARRIN livir, renni eg aftan á honum og fái mær okkurt frá honum!? So skundaði Gehazi sær aftan á Na'aman. Táið Na'aman sá ein koma rennandi aftan á sær, leyp hann niður úr vagninum, fór ímóti honum og segði: ?Veit væl við?? Hann svaraði: ?Ja! Men harri mín hevur sent meg við hesum boðum: ?Júst nú eru tveir ungir menn úr Efra'imsfjøllum komnir til mín, tveir profetalærisveinar; lat teir fáa talent av silvuri og tvinni hátíðarklæði!?? Men Na'aman segði: ?Ger mær tað til vildar, at tú hevur tvær talentir!? Og hann bað hann mikið um tað, læt síðani tvær talentir av silvuri í tveir pungar, tók tvinni hátíðarklæði og fekk tveimum tænarum sínum tað; og teir bóru tað fyri honum. Men táið hann kom at hæddini, tók hann tað frá teimum og fjaldi tað í húsinum; so læt hann menninar fara, og teir fóru leið sína. Sjálvur fór hann inn og steig fram fyri harra sín. Tá spurdi Elisa hann: ?Hvaðani kemur tú, Gehazi?? Hann svaraði: ?Tænari tín hevur ongastaðni verið!? Men hann segði við hann: ?Var eg ikki í andanum hjástaddur, táið maðurin kom niður úr vagni sínum og kom ímóti tær! Er tíð nú at fáa sær silvur og fáa sær klæði, oljutrø, víngarðar, smáfæ, neyt, tænarar og arbeiðskonur! Afturfyri skal spitalska Na'amans hanga uppi í tær og eftirkomarum tínum til ævigar tíðir!? Og hann fór út frá honum, snjóhvítur av spitalsku. KAPITUL Elisa fær eina øks at flotna upp, Ger árameiskan her blindan, Hungursneyðin í Samaria, Profetalærisveinarnir søgdu við Elisa: ?Ov lítið rúm er til okkara, her sum vit sita hjá tær. Loyv okkum at fara til Jordan og taka hvør sín stokk og so byggja okkum har eitt hús at sita í!? Hann svaraði: ?Gerið so!? Men ein teirra segði: ?Gott á teg, kom tú við tænarum tínum!? Hann svaraði: ?Ja, eg skal koma við!? Hann fór so við teimum; og táið teir komu at Jordan, fóru teir at fella trø. Sum nú ein av teimum tókst við at fella ein stokk, datt øksarhøvdið í ánna. Tá rópti hann: ?Á harri og eg, sum hevði lænt øksina!? Men gudsmaðurin segði: ?Hvar datt hon?? Hann vísti honum staðið, og hann skar grein av og kastaði hana har; tá flotnaði øksin upp. So segði hann: ?Tak hana!? Og maðurin rætti út hondina og tók hana upp. Kongurin í Áram hevði ófrið við Ísrael; men táið hann ráðførdi seg við menn sínar og segði: ?Har og har skal eg taka støðu,? so sendi gudsmaðurin ísraelskongi boð og læt siga: ?Varða teg fyri at koma framvið har, tí har liggja Áramearar!? Og so sendi ísraelskongur fólk, hagar sum gudsmaðurin hevði sagt honum og ávarað hann um, og hann varðaði seg har. Hetta hendi ikki bert eina ferð og tvær ferðir. Kongurin í Áram vitsti ikki, hvat hann skuldi hugsa um hetta; hann sendi boð eftir monnum sínum og spurdi teir: ?Kunnu tit ikki siga mær, hvør av okkara tað er, ið heldur við ísraelskongi?? Tá svaraði ein av tænarum hansara: ?Tað er ikki so, harri kongurin! Nei, Elisa, profeturin í Ísrael, hann letur ísraelskong vita tað, sum tú tosar í sovikamari tínum!? Hann segði: ?Farið og fáið at vita, hvar hann er, so skal eg senda menn hagar at taka hann!? Táið hann so fekk boð um, at hann var í Dotan, sendi hann hestar og vagnar og stóran her hagar; teir komu hagar um náttina og slógu ring um býin. Táið nú tænari gudsmansins tíðliga morgunin eftir fór út, sá hann, at herur við hestum og vagnum hevði sligið ring um býin. Tá segði tænari hansara við hann: ?Á harri, hvat skulu vit gera!? Hann svaraði: ?Ræðst ikki! Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum.? Og Elisa bað og segði: ?HARRI! Lat eygu hansara upp, so hann sær!? Tá læt HARRIN upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa. Táið teir nú hildu oman ímóti honum, bað Elisa til HARRAN og segði: ?Slá hetta fólk við blindleika!? Og Hann sló teir við blindleika, sum Elisa hevði biðið. Nú segði Elisa við teir: ?Hetta er hvørki hin rætti vegurin ella hin rætti býurin; komið við mær, so skal eg fylgja tykkum til mannin, ið tit leita eftir!? So fór hann til Samaria við teimum. Og táið teir vóru komnir inn í Samaria, bað Elisa: ?HARRI! Lat upp eygu teirra, so teir síggja!? Tá læt HARRIN upp eygu teirra, og teir sóu, at teir vóru mitt í Samaria. Táið ísraelskongur sá teir, spurdi hann Elisa: ?Skal eg høgga teir niður, faðir, skal eg høgga teir niður?? Hann svaraði: ?Einki skalt tú høgga teir niður! Ert tú vanur at høgga niður tey, ið tú hertekur við svørði og boga tínum! Set breyð og vatn fyri teir, so teir kunnu eta og drekka, og lat teir síðani fara aftur til harra sín!? Hann læt tá gera teimum til stóra máltíð, og teir fingu sær at eta og drekka; síðani læt hann teir fara, og teir fóru aftur til harra sín. Eftir hetta komu árameiskir ránsflokkar ikki inn aftur í Ísraelsland. Nakað eftir hetta savnaði Benhadad kongur í Áram allan her sín og fór og kringsetti Samaria. Meðan teir hildu Samaria kringsett, varð slík hungursneyð í býnum, at esilshøvd til endan kostaði seklar av silvuri, og fjórðingurin av kab av dúvuskarni seklar av silvuri. Táið ísraelskongur ein dag gekk uppi á býmúrinum, rópti kvinna til hansara: ?Hjálp, harri kongurin!? Hann svaraði: ?Táið HARRIN ikki vil hjálpa tær, hvaðani skal eg so fáa tær hjálp! Av treskiplássinum ella úr vínpersuni !? Og kongurin spurdi hana: ?Hvat baggar tær?? Hon svaraði: ?Handa konan har, hon segði við meg: ?Kom við syni tínum, so eta vit hann í dag, og í morgin skulu vit eta son mín!? Vit kókaðu so son mín og ótu hann. Dagin eftir segði eg so við hana: ?Kom nú við syni tínum, so eta vit hann!? Men hon fjaldi son sín.? Táið kongurin hoyrdi hetta, ið kvinnan segði frá, skræddi hann klæði síni, sum hann gekk har á múrinum; fólkið sá tá, at hann gekk í sekki innast á kroppinum. Og hann segði: ?Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um høvd Elisa, sonar Safats, verður sitandi á honum dagin at enda!? Sum Elisa nú sat í húsi sínum, og hinir elstu sótu har hjá honum, sendi kongurin mann hagar undan sær. Men áðrenn sendimaðurin kom til hansara,* segði hann við hinar elstu: ?Vita tit, at hasin manndráparasonurin hevur sent mann higar at høgga høvdið av mær? Síggið nú til, at tit lata dyrnar aftur, táið sendimaðurin kemur, og standið fyri hurðini, so hann sleppur ikki inn! Hoyrist ikki longu harri hansara koma gangandi aftan á honum?? Meðan hann enn tosaði við teir, kom sendimaðurin til hansara. Og hann* segði: ?Tú sært vanlukkuna, ið komin er frá HARRANUM! Hví skuldi eg tá bíðað eftir HARRANUM longur!? KAPITUL Samaria bjargað. Men Elisa segði: ?Hoyrið orð HARRANS! So sigur HARRIN: Um hesa tíðina í morgin skal ein sea av fínum mjøli fáast fyri ein sekul, og tvær seur av byggi fyri ein sekul, í portri Samaria.? Tá tók høvuðsmaðurin, ið styðjaði kongin við hond síni, til orða og svaraði gudsmanninum: ?Um so HARRIN gjørdi lúkur á himmalin, kundi slíkt ikki borið til!? Hann segði: ?Tú skalt fáa tað at síggja við tínum egnu eygum, men ikki fáa at eta av tí!? Uttan fyri býportrið vóru fýra spitalskir menn. Teir hildu hvør við annan: ?Hví skulu vit verða sitandi her, inntil vit doyggja! Taka vit tey ráð at fara inn í býin, so er jú hungursneyð í býnum, og vit doyggja har; og verða vit sitandi her, so doyggja vit eisini! Komið tí og latið okkum fara yvir í tilhald Árameara! Lata teir okkum liva, so liva vit, og drepa teir okkum, so doyggja vit.? Teir reistust so og tóku í skýmingini leiðina yvir í tilhald Árameara. Men táið teir komu at tilhaldi Árameara, sást ikki menniskja har. Tí HARRIN hevði latið Áramearaherin hoyrt óljóð av hestum og vagnum, óljóð av stórum heri, og teir høvdu sagt hvør við annan: ?Tað er vist, at ísraelskongur hevur leigað hetitakongar og egyptalandskongar móti okkum at herja á okkum!? Teir vóru tí lopnir avstað og høvdu flýtt í skýmingini; tjøldunum, hestunum og eslunum vóru teir gingnir frá tilhaldinum og øllum, ið var har og vóru flýddir fyri at bjarga lívinum. Táið nú hinir spitølsku komu at tilhaldinum, fóru teir inn í eitt hitt ytsta tjaldið og fingu sær at eta og drekka, tóku silvur, gull og klæði har og fóru avstað og fjaldu tað; síðani komu teir aftur, fóru inn í eitt annað tjald, tóku tað, ið har var, og fóru avstað og fjaldu tað. Men nú søgdu teir hvør við annan: ?Hetta er ikki beint, sum vit bera okkum at! Vit hava í dag gleðiboð at bera; tiga vit tey burt inntil í lýsingini í morgin, so draga vit skyld oman yvir okkum; komið tí nú og latið okkum fara inn og siga frá hesum í kongshøllini!? Teir komu so og róptu til vaktina við býportrið og bóru teimum hesi boð: ?Vit komu í tilhald Árameara; men har hvørki sást ella hoyrdist menniskja; men hestarnir og eslini stóðu tjóðrað, og tjøldini vóru órørd.? Vaktin við portrið rópti hetta út, og boð vórðu borin um tað inn í kongshøllina. Tá fór kongurin upp um náttina og segði við tænarar sínar: ?Eg skal siga tykkum, hvat Áramearar hava í huga við okkum: Teir vita, at vit líða hungur; tí eru teir farnir úr tilhaldinum og krógva seg á markini og hugsa sum so: ?Táið teir nú koma út úr býnum, taka vit teir livandi og bróta okkum inn í býin.?? Men ein av tænarum hansara svaraði: ?Lat teir taka fimm av hestunum, ið eftir eru her tað verður jú kortini við teimum sum við allari fjøld Ísraelsmanna, ið her er eftir, og við allari fjøld Ísraelsmanna, ið longu er farin fyri einki. Lat okkum senda teir avstað, so fáa vit at síggja!? Teir tóku so tveir vagnar við hestum fyri; kongurin sendi teir aftan á Áramearaherinum og segði: ?Farið og vitið!? Teir fóru aftan á teimum líka at Jordan, og vegurin var allur avtakin í klæðum og øðrum, sum Áramearar høvdu blakað frá sær, táið teir í ræðslu vóru flýddir. So komu sendimenninir aftur og bóru konginum hesi boð. Fólkið fór tá út og rændi tilhald Árameara, og tá fekst ein sea av fínum mjøli fyri ein sekul, og tvær seur av byggi fingust fyri ein sekul eftir orði HARRANS. Kongurin hevði sett høvuðsmannin, ið styðjaði hann við hond síni, at ansa eftir í portrinum; men fólkið traðkaði hann undir í portrinum, so hann doyði, sum gudsmaðurin hevði sagt sum hann hevði sagt, ta ferðina ið kongurin kom til hansara. Tí táið gudsmaðurin segði við kongin: ?Um hesa tíðina í morgin skulu tvær seur av byggi fáast fyri ein sekul, og ein sea av fínum mjøli fyri ein sekul, í portri Samaria,? tá svaraði høvuðsmaðurin honum: ?Um so HARRIN gjørdi lúkur á himmalin, kundi slíkt ikki borið til!? Og gudsmaðurin segði: ?Tú skalt fáa tað at síggja við tínum egnu eygum, men ikki fáa at eta av tí!? Soleiðis gekst honum; fólkið traðkaði hann undir í portrinum, so hann doyði. KAPITUL Elisa leggur kvinnuni í Sunem ráð, Elisa og Hazael, Jóram í Juda, Ahazja í Juda, Elisa segði við kvinnuna, ið sonin átti, sum hann hevði gjørt livandi: ?Ger teg til og far burtur við húsi tínum og finn tær okkurt stað, har tú kanst búgva sum fremmand! Tí HARRIN hevur sent boð eftir hungursneyðini, og hon kemur eisini yvir landið og verður í sjey ár.? Kvinnan gjørdi seg tá til og gjørdi, sum gudsmaðurin hevði sagt; hon fór burtur við øllum húsi sínum og búði sum fremmand í Filistaralandi sjey ár. Men táið sjey ár vóru gingin, kom kvinnan aftur úr Filistaralandi; og hon fór til kongin at biðja hann um hjálp at fáa hús sítt og jørð sína aftur. Kongurin tosaði júst tá við Gehazi, tænara gudsmansins, og segði: ?Sig mær frá øllum stórverkunum, ið Elisa hevur gjørt!? Og júst sum hann segði konginum frá, hvussu hann hevði gjørt hin deyða livandi, kom kvinnan, ið átti sonin, sum hann hevði gjørt livandi, og bað kongin hjálpa sær at fáa hús sítt og jørð sína aftur. Tá segði Gehazi: ?Harri kongurin! Hetta er kvinnan, og her er sonur hennara, sum Elisa gjørdi livandi.? Kongurin spurdi nú kvinnuna, og hon segði honum frá tí. So læt kongurin ein hirðmann fara við henni og segði: ?Síggj til, at hon fær aftur alt tað, sum hon eigur, og alt tað, ið jørð hennara hevur givið av sær, líka frá tí degi hon fór av landinum til henda dag!? Elisa kom til Damaskus, og Benhadad kongur í Áram lá tá sjúkur. Táið nú varð konginum sagt, at gudsmaðurin var komin hagar, segði hann við Hazael: ?Tak gávu við tær, far ímóti gudsmanninum og spyr við honum HARRAN, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!? So fór Hazael ímóti honum og hevði við sær gávu av tí besta, sum í Damaskus var, so mikið sum fjøruti kamelar vóru mentir at bera; hann kom og steig fram fyri hann og segði: ?Sonur tín Benhadad kongur í Áram hevur sent meg til tín og letur spyrja: ?Komi eg upp aftur av hesi sjúku míni??? Elisa svaraði: ?Far tú bert og sig við hann, at hann skal liva!* Men HARRIN hevur latið meg sæð, at hann skal doyggja.? Og gudsmaðurin stardi ovurhonds leingi uppá hann og fór at gráta. Tá segði Hazael: ?Hví grætur harri mín?? Hann svaraði: ?Av tí at eg veit, hvussu nógv ilt tú fert at gera Ísraelsmonnum! Víggirdu staðir teirra fert tú at brenna niður, unglingar teirra fert tú at drepa við svørði, smábørn teirra fert tú at sora sundur, og barnakonur teirra fert tú at kryvja!? Hazael segði: ?Hvat er tænari tín, hesin hundurin, at hann skuldi gjørt slík stórverk!? Men Elisa svaraði: ?HARRIN hevur latið meg sæð teg sum kong yvir Áram.? Hann skiltist nú frá Elisa og kom til harra sín; hann spurdi hann: ?Hvat segði Elisa við teg?? Hann svaraði: ?Hann segði, at tú kemur upp aftur.? Men dagin eftir tók hann teppi, drap tað niður í vatn og breiddi tað yvir andlit hansara, so hann doyði. Og Hazael tók ríkið eftir hann. Fimta árið ið ísraelskongur Jóram, sonur Akab, sat við stýrið meðan Jósafat enn var kongur í Juda varð Jóram, sonur Jósafat, kongur í Juda. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gekk leiðir ísraelskonga eins og hús Akabs hevði gjørt; tí hann hevði dóttur Akab til konu; og hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Tó vildi HARRIN ikki gera enda á Juda fyri Dávids, tænara Síns, skuld; tí Hann hevði lovað honum, at hann allar dagar skuldi hava lampu fyri ásjón Hansara. Á døgum hansara reiv Edom seg leyst undan Juda og tók sær kong. Tá fór Jóram við øllum hervagnum sínum yvir til Za'ir; og á náttartíð gjørdi hann álop á Edomitar, sum høvdu kringsett hann, og vann teir og vagnstýrarar teirra; men fólkið flýddi heimaftur til sín sjálvs. Soleiðis reiv Edom seg leyst undan Juda, og so er enn í dag. Um somu tíð reiv eisini Libna seg leyst. Tað, ið annars er at siga um Jóram, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. So legðist Jóram til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsstaði. Og sonur hansara Ahazja tók ríkið eftir hann. Tólvta árið ið ísraelskongur Jóram, sonur Akab, sat við stýrið, varð Ahazja, sonur Jóram, kongur í Juda. Ahazja var ár, táið hann gjørdist kongur, og eitt ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Atalja og var dóttir* Omri kong í Ísrael. Hann gekk somu leið sum hús Akabs og gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og hús Akabs; tí hann var svágdur við hús Akabs. Saman við Jóram, syni Akab, fór hann í bardaga móti Hazael kongi í Áram, við Ramot í Gilead. Men Áramearar særdu Jóram. So fór Jóram kongur aftur til Jizre'el at lata grøða sár síni, sum Áramearar høvdu givið honum við Rama, í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Ahazja kongur í Juda fór tá til Jizre'el at vitja Jóram, son Akab, við tað at hann lá sjúkur. KAPITUL Jehu verður kongur í Ísrael, Hann drepur Jóram, Ahazja, Jesabel, Elisa profetur rópti ein av profetalærisveinunum og segði við hann: ?Gyrð lendar tínar, tak hesa oljufløsku við tær og far til Ramot í Gilead! Táið tú kemur hagar, skalt tú leita upp Jehu, son Jósafat, son Nimsi; far inn og bið hann reisa seg upp, har hann situr millum brøður sínar, og far inn í innasta kamarið við honum! Tak so oljufløskuna, hell olju yvir høvd hansara og sig: ?So sigur HARRIN: Eg havi salvað teg til kong yvir Ísrael!? Síðani skalt tú lata dyrnar upp og flýggja sum skjótast.? Hesin ungi maðurin hin ungi profeturin fór so til Ramot í Gilead. Táið hann kom hagar, sá hann herhøvdingarnar sita har. Hann segði tá: ?Eg havi nakað at siga við teg, herhøvdingin!? Jehu spurdi: ?Við hvønn av øllum okkum her?? Hann svaraði: ?Við teg, herhøvdingin!? Tá reistist hann og fór inn í húsið; har helti hann olju yvir høvd hansara og segði við hann: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg havi salvað teg til kong yvir fólki HARRANS, yvir Ísrael! Tú skalt høgga niður hús Akabs, harra tíns, so Eg fái hevnd yvir Jesabel fyri blóð tænara Mína profetanna og blóð alra tænara HARRANS. Alt hús Akabs skal verða avoytt; Eg skal týna alt mannkyn av ætt Akabs, bæði smáar og stórar, í Ísrael. Eg skal gera við hús Akabs sum við hús Jeroboams, sonar Nebats, og hús Baesa, sonar Ahia. Jesabel skulu hundarnir eta á Jizre'elsmark, og eingin skal jarða hana!? Síðani læt hann upp dyrnar og flýddi. Táið Jehu kom út til menn harra síns, spurdu teir hann: ?Veit væl við? Hví kom hasin vitleysi maðurin til tín?? Hann svaraði: ?Tit kenna jú mannin og møsn hansara!? Men teir søgdu: ?Tú sigur ikki satt! Sig okkum tað nú!? Tá segði hann: ?So og so talaði hann við meg og segði: ?So sigur HARRIN: Eg havi salvað teg til kong yvir Ísrael!?? Í stundini tóku teir allir kappar sínar og løgdu teir undir hann á sjálva trappuna; og teir blástu í horn og róptu: ?Jehu er kongur!? Soleiðis fekk Jehu, sonur Jósafat, son Nimsi, í lag samansvørjing móti Jóram. Jóram hevði tá við øllum Ísrael verið við Ramot í Gilead at verja tað móti Hazael kongi í Áram; men sjálvur var Jóram kongur farin aftur til Jizre'el at lata grøða sár síni, sum Áramearar høvdu givið honum í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Nú segði Jehu: ?Vilja tit sum eg, so latið ongan sleppa út úr býnum, sum kann fara til Jizre'el við boðum um hetta!? Síðani fór Jehu upp í vagn sín og helt til Jizre'el, har sum Jóram lá sjúkur. Og Ahazja kongur í Juda var farin hagar at vitja Jóram. Vaktarin, ið stóð á torninum í Jizre'el, rópti, táið hann sá Jehu koma við flokki sínum: ?Eg síggi flokk av monnum!? Tá segði Jóram: ?Takið og sendið hestmann ímóti teimum at spyrja, um teir koma við friði!? Hestmaðurin fór nú ímóti teimum og segði: ?So sigur kongur: ?Koma tit við friði??? Jehu svaraði: ?Hvat kemur tær við, um tað er við friði! Vend við og fylg eftir mær!? Vaktarin segði frá hesum: ?Sendimaðurin er komin til teirra, men hann kemur ikki aftur!? Tá sendi hann annan hestmann, og táið hesin kom til teirra, segði hann: ?So sigur kongur: ?Koma tit við friði??? Jehu svaraði: ?Hvat kemur tær við, um tað er við friði! Vend við og fylg eftir mær!? Vaktarin segði frá hesum: ?Hann er komin til teirra, men hann kemur ikki aftur! Og eftir ferðini at døma mátti hetta verið Jehu, sonur Nimsi hann ekur jú sum óður maður!? Tá segði Jóram: ?Setið hestarnar fyri vagnin!? Teir settu tá hestarnar fyri vagn hansara, og Jóram ísraelskongur og Ahazja judakongur fóru avstað, hvør í vagni sínum; teir fóru ímóti Jehu og hittu hann á mark Nabots Jizre'elits. Táið Jóram sá Jehu, segði hann: ?Kemur tú við friði, Jehu?? Hann svaraði: ?Hvussu kann friður vera, so leingi sum Jesabel, móðir tín, við sama lagi drívur horulív sítt og øll gandabrøgd síni!? Tá vendi Jóram við og flýddi, og hann rópti til Ahazja: ?Svik, Ahazja!? Men Jehu treiv bogan og skeyt Jóram millum herðarnar, so pílurin fór ígjøgnum hjartað; og hann signaði niður í vagninum. Tá segði Jehu við høvuðsmann sín Bidkar: ?Tak hann og kasta hann inn á mark Nabots Jizre'elits! Tú minnist, hvussu eg og tú riðu saman aftan á Akab, faðir hansara, táið HARRIN talaði hetta orð móti honum: ?Sanniliga, Eg sá í gjár blóð Nabots og sona hansara sigur HARRIN og Eg skal løna tær tað aftur á hesi mark sigur HARRIN!? Tak tí nú og kasta hann inn á markina eftir orði HARRANS!? Táið Ahazja judakongur sá hetta, flýddi hann og tók leiðina til Urtagarðshúsið; men Jehu helt eftir honum og rópti: ?Hann við skjótið hann niður í vagninum!? Og teir skutu hann í Gurstíggi við Jibleam, og hann flýddi til Megiddo og doyði har. Tænarar hansara fóru til Jerúsalem við honum og jarðaðu hann í grøv hansara hjá fedrum hansara í Dávidsstaði. Ellivta árið ið Jóram, sonur Akab, sat við stýrið, var Ahazja vorðin kongur yvir Juda. Jehu kom nú til Jizre'el. Táið Jesabel frætti hetta, litaði hon seg um eyguni, pyntaði høvd sítt og hugdi út um vindeygað. Og táið Jehu kom inn um portrið, rópti hon: ?Kemur tú við friði, Zimri tín, sum drap harra sín?? Men hann hugdi upp í vindeygað og segði: ?Hvør heldur við mær hvør?? Tá hugdu tveir ella tríggir hirðmenn út um vindeygað. Hann rópti: ?Kastið hana niður!? Teir kastaðu hana so niður, og blóð hennara slettist á veggin og hestarnar; og hann læt hestarnar traðka hana niður. Síðani fór hann inn; og táið hann hevði fingið sær at eta og drekka, segði hann: ?Hyggið eftir henni, hasi bannaðu, og jarðið hana! Hon var kortini kongadóttir.? Men táið teir fóru út at jarða hana, funnu teir einki annað av henni enn skallan, føturnar og hendurnar. Teir komu so aftur og søgdu honum hetta. Tá segði hann: ?Nú komst á orðið, ið HARRIN talaði við tænara Sínum Eliasi Tisbiti, táið Hann segði: ?Á markini í Jizre'el skulu hundarnir eta kjøt Jesabelar; og lík Jesabelar skal liggja á markini í Jizre'el sum tøð í veltu, so eingin skal kunna siga, at tað er Jesabel!?? KAPITUL Jehu týnir kongaættina í Ísrael, Jónadab og Jehu, Jehu drepur teir, ið dýrka Ba'al, Stýri hansara, Akab hevði í Samaria synir. Jehu skrivaði nú brøv og sendi tey til Samaria, til høvdingarnar í býnum, hinar elstu og teir, ið uppfostraðu synir Akab; í brøvunum stóð: ??Táið tit nú fáa hetta bræv, tit, ið hava synir harra tykkara hjá tykkum, og sum ráða yvir vagnunum og hestunum, víggirdum staði og vápnunum, veljið tykkum tá hin besta av sonum harra tykkara, hann, ið best hóskar til tað, og setið hann í hásæti faðirs hansara og berjist so fyri hús harra tykkara!? Men ógvulig ræðsla fall á teir, og teir søgdu: ?Báðir kongarnir vóru ikki mentir at standa seg móti honum hvussu skulu vit tá kunna tað!? Hallarstjórin, býarstjórin, hinir elstu og fosturfedrarnir sendu tí Jehu boð og lótu siga: ?Vit eru tænarar tínir, og alt tað, ið tú gevur okkum boð um, skulu vit gera; vit gera ongan til kong; ger tú tað, ið tær líkar!? Tá skrivaði hann teimum uppaftur bræv; í tí stóð: ?Halda tit við mær, og vilja tit gera, sum eg sigi, so høggið høvdini av sonum harra tykkara og komið til Jizre'el til mín um hesa tíðina í morgin!? Kongasynirnir, í tali, vóru hjá stórmonnunum í býnum, sum fostraðu teir upp. Táið teir nú fingu brævið, tóku teir kongasynirnar, í tali, drópu teir, løgdu høvd teirra í kurvar og sendu tey til Jizre'el til hansara. Táið boðið kom og segði honum, at teir vóru komnir við høvdum kongasonanna, segði hann: ?Leggið tey í tvær rúgvur uttan fyri býportrið til í morgin!? Morgunin eftir fór hann út, steig fram og segði við alt fólkið: ?Tit hava onga skyld! Tað eri eg, sum havi fingið í lag samansvørjing móti harra mínum og dripið hann men hvør hevur dripið allar hesar? Nú síggja tit, at einki av tí, sum HARRIN hevur talað móti húsi Akabs, fellur til jarðar; nei, HARRIN hevur gjørt tað, ið Hann talaði við tænara Sínum Eliasi.? Síðani drap Jehu allar teir, ið eftir vóru av húsi Akabs í Jizre'el, somuleiðis allar høvdingar, vinmenn og prestar hansara; hann læt ongan verða eftir og sleppa undan. Nú gjørdi Jehu seg til og fór til Samaria. Táið hann á leiðini hagar kom til Bet-Eked-Haro'im, møtti hann brøðrum judakong Ahazja. Hann spurdi teir: ?Hvørjir eru tit?? Teir svaraðu: ?Vit eru brøður Ahazja, og vit ætla okkum at fara og heilsa kongasonunum og sonum kongamóðurina.? Tá segði hann: ?Takið teir livandi!? So tóku teir teir livandi, og hann drap teir við brunnin í Bet-Eked, mans; ikki ein av teimum læt hann sleppa. Táið hann so fór haðani, hitti hann Jónadab, son Rekab, sum kom ímóti honum. Hann heilsaði honum og spurdi: ?Ert tú sannhjartaður móti mær, sum eg eri móti tær?? Jónadab svaraði: ?Tað eri eg.? Tá segði Jehu: ?Er tað so, tá rætt mær hondina!? Hann rætti honum nú hondina, og hann læt hann koma upp í vagnin til sín og segði: ?Kom við mær og síggj, hvussu íðin eg eri fyri HARRAN!? Hann læt hann tá koma við sær í vagni sínum. Og táið hann kom til Samaria, drap hann allar, ið eftir vóru av húsi Akabs í Samaria, inntil hann hevði avoytt tað eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Elias. Síðani savnaði Jehu alt fólkið og segði við teir: ?Lítið dýrkaði Akab Ba'al, men Jehu skal dýrka hann nógv. Sendið mær tí nú boð eftir øllum ba'alsprofetunum, øllum tænarum hansara og øllum prestum hansara ikki ein má vera, sum ikki kemur! Tí eg ætli at halda stóra sláturoffurhøgtíð, Ba'al til heiður; tann, ið ikki verður hjástaddur, skal bøta við lívinum.? Men Jehu hevði svik í huga hann ætlaði at týna tænarar Ba'als. Síðani segði Jehu: ?Lýsið hátíðarsamkomu, Ba'al til heiður!? Teir lýstu tá slíka hátíð. Og Jehu sendi boð um alt Ísrael, og allir tænarar Ba'als komu; ikki ein var, sum ikki kom. Teir fóru inn í hús Ba'als, og hús Ba'als varð fult úr enda í enda. So segði hann við tann, ið stóð fyri klædnakamarinum: ?Tak út klæði til allar tænarar Ba'als!? Og hann tók út klæði til teirra. Táið nú Jehu saman við Jónadab, syni Rekab, kom til hús Ba'als, segði hann við tænarar Ba'als: ?Hyggið nú væl eftir, at her ímillum tykkara eingin er av tænarum HARRANS, men eina tænarar Ba'als!? Teir fóru nú inn at ofra sláturoffur og brennioffur. Men Jehu hevði sett mans uttanfyri og sagt: ?Tann, ið letur nakran sleppa av monnunum, ið eg gevi í hendur tykkara, skal lata lív sítt fyri lív hansara!? Táið teir nú vóru lidnir at ofra brenniofrið, segði Jehu við lívvaktina og høvuðsmenninar: ?Farið inn og drepið teir, latið ikki ein sleppa!? So høgdu teir teir niður við svørði, og lívvaktin og høvuðsmenninir kastaðu teir út. Síðani fóru teir inn í innasta rúmið í húsi Ba'als, bóru út Asjerurnar í húsi Ba'als og brendu tær og rivu niður ba'alsminnissteinin; hús Ba'als rivu teir eisini niður og gjørdu nátthús úr tí tey eru har enn í dag. Soleiðis oyddi Jehu Ba'al úr Ísrael. Men frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, frá teimum veik Jehu ikki frá gullkálvunum í Betel og Dan. HARRIN segði við Jehu: ?Aftur fyri at tú til lítar hevur gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum, og gjørt við hús Akabs alt tað, ið Eg vildi, so skulu synir tínir í fjórða lið sita í hásæti Ísraels.? Men Jehu aktaði ikki eftir at fylgja lóg HARRANS Guds síns av øllum hjarta sínum; hann veik ikki frá syndum Jeroboams, sum hann hevði fingið Ísrael at gera. Um hesa tíðina byrjaði HARRIN at skera stykki burtur av Ísrael. Hazael vann sigur á teimum á øllum landamarkum Ísraels og tók eystan fyri Jordan alt Gileadsland, land Gadita, Rubenita og Manassita, líka frá Aroer við Arnoná bæði Gilead og Basan. Tað, ið annars er at siga um Jehu, um alt tað, ið hann gjørdi, og um øll stórverk hansara, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Jehu til hvíldar hjá fedrum sínum, og hann varð jarðaður í Samaria. Og sonur hansara Jóahaz tók ríkið eftir hann. Tíðin, ið Jehu var kongur yvir Ísrael í Samaria, var ár. KAPITUL Atalja í Juda. Táið Atalja, móðir Ahazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, tók hon sær fyri at beina fyri allari kongaættini. Men Jóseba, dóttir Jóram kong, systir Ahazja, tók Jóas, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, ið drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; soleiðis fingu tey krógvað hann fyri Atalju, so hann varð ikki dripin. Síðani var hann hjá henni í húsi HARRANS og varð fjaldur har í seks ár, meðan Atalja ráddi í landinum. Men í sjeynda árinum sendi Jójada boð eftir høvuðsmonnunum yvir lívvaktini, læt teir koma inn í hús HARRANS til sín, gjørdi sáttmála við teir, tók teir í eið har í húsi HARRANS og vísti teimum kongasonin. Síðani gav hann teimum hetta boð: ?Soleiðis skulu tit gera: Tann triðingurin av tykkum, ið skal taka við vaktini sabbatin, skal halda vakt við kongshøllina; ein triðingur skal vera í Surportri, og ein í portrinum aftan fyri lívvaktina; soleiðis skulu tit halda vakt við húsið, hvør sum hann er settur til. Men hinir báðir partarnir av tykkum allir teir, ið ikki skulu halda vakt sabbatin skulu halda vakt í húsi HARRANS hjá kongi. Tit skulu fylkja tykkum um kong, hvør maður við vápnum í hond; og roynir onkur at treingja seg inn um røðini, skal hann verða dripin; tit skulu vera hjá kongi, táið hann fer út, og táið hann kemur inn.? Høvuðsmenninir gjørdu á allan hátt, sum Jójada prestur segði við teir; teir tóku hvør menn sínar, bæði teir, ið tóku við vaktini sabbatin, og teir, ið ikki skuldu halda vakt sabbatin, og komu til Jójada prest. Og presturin fekk høvuðsmonnunum spjótini og skjøldirnar, ið Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi HARRANS. Lívvaktin tók støðu, hvør maður við vápnum í hond, rundan um kongin, frá sunnaru síðu hússins til norðaru síðu, yvir at altarinum og yvir ímóti húsinum. Nú leiddi hann kongasonin út, setti krúnuna á hann og fekk honum vitnisburðin; teir gjørdu hann til kong og salvaðu hann, og teir klappaðu saman hendur og róptu: ?Kongurin livi!? Táið Atalja hoyrdi rópini frá lívvaktini og fólkinum, fór hon inn í hús HARRANS til fólkið. Har sá hon kongin standa við súluna sum siður var og høvuðsmenninir og lúðurblásararnir stóðu hjá honum; øll mannamúgvan var glað og blásti í lúðrarnar. Tá skræddi Atalja klæði síni og rópti: ?Samansvørjing! Samansvørjing!? Men Jójada prestur gav høvuðsmonnunum, teimum, ið settir vóru yvir herin, hetta boð: ?Leiðið hana út millum røðini, og kemur onkur aftan á henni, so høggið hann niður!? Tí presturin hevði sagt: ?Hon má ikki drepast í húsi HARRANS!? Teir tóku hana tá; og táið hon um Rossaportur var komin inn í kongshøllina, drópu teir hana har. Men Jójada gjørdi sáttmála millum HARRAN og kongin og fólkið um, at tey skuldu vera fólk HARRANS, og somuleiðis sáttmála millum kongin og fólkið. Síðani fór øll mannamúgvan inn í hús Ba'als, og teir rivu tað niður; altar og myndir hansara soraðu teir í mjøl, og Mattan, prest Ba'als, drópu teir fyri altarunum. Síðani setti presturin menn at halda vakt við hús HARRANS. So tók hann við sær høvuðsmenninar, Kararnar, lívvaktina og alla mannamúgvuna; og teir leiddu kongin oman úr húsi HARRANS og fóru um Lívvaktarportur inn í kongshøllina; hann settist so í kongahásætið. Øll mannamúgvan var glað, og staðurin var kvirrur. Men Atalju høvdu teir høgt niður í kongshøllini. Jóas var ár, táið hann gjørdist kongur. KAPITUL Jóas í Juda. Sjeynda árið ið Jehu sat við stýrið, varð Jóas kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Zibja og var úr Be'erseba. Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, alla tíð sína so leingi sum Jójada prestur rættleiddi hann. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. Jóas segði við prestarnar: ?Øllum peningi, ið latin verður til hús HARRANS sum heilagar gávur, peninginum frá teimum, ið koma upp í manntalið,* loysipeninginum fyri persónar, eftir sum hvør fyri seg verður settur í virði,** og øllum peninginum, ið onkur sjálvkravdur letur til hús HARRANS, skulu prestarnir taka við, hvør frá kunningum sínum, og nýta hann til at væla um templið, har sum tað er neyðugt allastaðni har sum umvælingar tørva.? Men triðja og tjúgunda árið ið Jóas sat við stýrið, høvdu prestarnir enn ikki vælt um brek tempulsins. Tá sendi Jóas kongur boð eftir Jójada presti og hinum prestunum og segði við teir: ?Hví væla tit ikki um templið, har sum tað er neyðugt? Nú mugu tit ikki longur taka við peningi frá kunningum tykkara, nei, tit skulu lata peningin frá tykkum til at væla um templið fyri, har sum tað er neyðugt.? Prestarnir eftirlíkaðu sær nú ikki at taka við peningi frá fólkinum og heldur ikki at hava nakað við at gera at væla um templið, har sum tað var neyðugt. Tá tók Jójada prestur kistil, boraði hol í lok hansara og setti hann við altarið, høgrumegin, har sum gingið varð inn í hús HARRANS; í hann løgdu prestarnir, sum hildu vakt við dyrnar, allan peningin, ið latin varð til hús HARRANS. Hvørja ferð teir sóu, at nógvur peningur var í kistlinum, komu skrivari kongsins og høvuðspresturin hagar, og teir ballaðu inn allan peningin, sum var í húsi HARRANS, og taldu hann. Síðani lótu teir umsjónarmenn teirra, ið arbeiddu uppá hús HARRANS, fáa peningin, ið teir høvdu vigað; hesir nýttu hann til at gjalda træsmiðunum og byggingarmonnunum, ið arbeiddu uppá hús HARRANS, somuleiðis múrarunum og steinhøggarunum, til at keypa við og høgdar steinar fyri til at væla um hús HARRANS, har sum tað var neyðugt og, skjótt at siga, til alt, ið var at gjalda fyri at fáa templið umvælt. Men hvørki silvurføt, knívar, skálir, lúðrar ella nakað annað ílat av gulli ella silvuri til hús HARRANS varð gjørt fyri peningin, ið latin varð til hús HARRANS; nei, hann varð latin til teirra, sum stóðu fyri arbeiðinum, og teir nýttu hann til at væla um hús HARRANS fyri. Ikki varð hildin roknskapur við teir menn, ið fingu peningin undir hond til at gjalda teimum, ið gjørdu arbeiðið; nei, teir gjørdu tað uppá æru og trúgv. Men skyldoffurpeningur og syndoffurpeningur varð ikki latin til hús HARRANS; hann áttu prestarnir. Um hesa tíðina kom Hazael kongur í Áram, herjaði á Gat og tók tað; síðani ætlaði hann at halda á Jerúsalem. Tá tók Jóas kongur í Juda alt tað, ið fedrar hansara Jósafat, Jóram og Ahazja, judakongar, høvdu halgað HARRANUM, og tað, ið hann sjálvur hevði halgað, og alt gullið, sum var í skattkømurum húss HARRANS og kongshallarinnar, og sendi Hazael kongi í Áram tað. Tá helt hann av og læt Jerúsalem vera í friði. Tað, ið annars er at siga um Jóas, um alt tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Men tænarar hansara reistu seg, fingu í lag samansvørjing og drópu Jóas í Millohúsi, sum gongur oman ímóti Silla. Tað vóru tænarar hansara Józakar, sonur Simeat, og Józabad, sonur Somer, ið drópu hann. Hann varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsstaði, og sonur hansara Amazja tók ríkið eftir hann. KAPITUL Jóahaz í Ísrael, Jóas í Ísrael, Elisa doyr, Triðja og tjúgunda árið ið Judakongur Jóas, sonur Ahazja, sat við stýrið, varð Jóahaz, sonur Jehu, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, og helt fram í syndunum, sum Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera; teimum veik hann ikki frá. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann gav tey alla hesa tíðina í hendur Hazaels áramearakongs og sonar hansara Benhadads. Men Jóahaz bað HARRAN um náði, og HARRIN hoyrdi hann; tí Hann sá neyð Ísraels, hvussu áramskongur kúgaði tey. HARRIN sendi tá Ísrael hjálparmann, so tey vórðu bjargað undan hond Árams, og Ísraelsmenn búðu í tjøldum sínum sum áður. Tó viku tey ikki frá syndunum, ið hús Jeroboams hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera; í teimum livdu tey, ja, um tað so var Asjeran í Samaria, so varð hon standandi. Tí áramskongur hevði ikki latið Jóahaz havt eftir meiri herfólk enn hestmenn, vagnar og menn av fótfólki; hann hevði gjørt enda á teimum og treskt teir í dust. Tað, ið annars er at siga um Jóahaz, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Jóahaz til hvíldar hjá fedrum sínum, og hann varð jarðaður í Samaria. Og sonur hansara Jóas tók ríkið eftir hann. Sjeynda og tríatinda árið ið judakongur Jóas sat við stýrið, varð Jóas, sonur Jóahaz, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ongari frá av syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera; teimum livdi hann í. Tað, ið annars er at siga um Jóas, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, hvussu hann bardist við Amazja judakong, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Jóas til hvíldar hjá fedrum sínum, og Jeroboam settist í hásæti hansara. Jóas varð jarðaður í Samaria hjá ísraelskongum. Táið Elisa hevði fingið sjúkuna, ið hann doyði av, kom Jóas ísraelskongur til hansara, bukkaði seg grátandi niður yvir hann og segði: ?Faðir mín, faðir mín vagnar og hestmenn Ísraels!? Men Elisa segði við hann: ?Kom við boga og pílum!? Hann kom tá við boga og pílum til hansara. Tá segði hann við ísraelskong: ?Legg hondina á bogan!? Og hann legði hondina á hann. Nú legði Elisa hendur sínar á hendur kongsins. So segði hann: ?Lat upp vindeygað móti eystri!? Táið hann hevði latið tað upp, segði Elisa: ?Skjót!? Hann skeyt. Tá segði Elisa: ?Sigurspílur frá HARRANUM, sigurspílur móti Áram! Tú skalt í Afek vinna sigur á Áramearum og gera enda á teimum.? Síðani segði hann: ?Tak pílarnar!? Hann tók teir. Tá segði hann við ísraelskong: ?Slá á jørðina!? Hann sló tá tríggjar ferðir, men gavst so. Tá varð gudsmaðurin illur við hann og segði: ?Tú skuldi sligið fimm ella seks ferðir! So hevði tú vunnið sigur á Áramearum, so at endi var á teimum, men nú skalt tú ikki meir enn tríggjar ferðir vinna sigur á Áramearum.? So doyði Elisa, og teir jarðaðu hann. Móabitiskir ránsflokkar plagdu at treingja seg inn í landið á hvørjum ári eftir nýggjár. Nú bar so á, einaferð ið nakrir júst jarðaðu ein mann, at teir fingu eyga á ránsflokk; teir kastaðu tá mannin í grøvina, sum Elisa var lagdur í, og við tað sama sum maðurin nam við bein Elisa, livnaði hann upp aftur og reistist á føtur. Hazael kongur í Áram hevði kúgað Ísrael, alla tíðina ið Jóahaz livdi. Men HARRIN vísti teimum náði; Honum tykti synd í teimum, so Hann vendi Sær til teirra Hann hevði jú gjørt sáttmála við Ábraham, Ísak og Jákup; Hann vildi ikki forkoma teimum, og Hann hevði enn ikki kastað tey burtur frá ásjón Síni. Men táið Hazael kongur í Áram var deyður, og sonur hansara Benhadad hevði tikið ríkið eftir hann, tók Jóas, sonur Jóahaz, býirnar aftur frá Benhadad, syni Hazael, sum Hazael í bardaganum hevði tikið frá Jóahaz, faðir hansara. Tríggjar ferðir vann Jóas sigur á honum og tók býir Ísraels aftur. KAPITUL Amazja í Juda, Jeroboam í Ísrael, Annað árið ið ísraelskongur Jóas, sonur Jóahaz, sat við stýrið, varð Amazja, sonur Jóas, kongur í Juda. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Jóaddan og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, tó ikki sum faðir hansara Dávid; hann gjørdi á allan hátt, sum Jóas, faðir hansara, hevði gjørt. Bert vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. Táið kongadømið var vorðið fast í hond hansara, læt hann drepa teir av tænarum sínum, sum høvdu dripið kongin, faðir hansara. Men børn drápsmannanna læt hann ikki drepa eftir tí, sum skrivað er í bókini við Móselóg, har sum HARRIN hevur givið hetta boð: ?Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; nei, ein og hvør skal doyggja fyri sína egnu synd.? Hann vann í Saltdali Edomitar, mans, og hann tók Sela og gav tí navnið Jokte'el sum tað eitur enn í dag. Tá sendi Amazja boð til Jóas, son Jóahaz, son Jehu, kongin í Ísrael, og læt siga: ?Kom, lat okkum royna, hvør ið sterkari er!? Men Jóas kongur í Ísrael sendi Amazja judakongi hetta aftursvar: ?Tistilin á Libanon sendi boð til sedristræið á Libanon og læt siga: ?Lat son mín fáa dóttur tína til konu!? Men tey villu dýrini á Libanon komu rennandi og traðkaðu tistilin niður. Tú hevur vunnið sigur á Edom; tí er hjarta títt vorðið stórt lat nú handa heiður vera tær nóg mikið og sit heima! Hví vilt tú bjóða vanlukkuni av, tær sjálvum og Juda til fall?? Men Amazja lurtaði ikki eftir honum. Tá helt Jóas kongur í Ísrael avstað, og við Bet-Semes, sum hoyrir til Juda, royndu hann og Amazja kongur í Juda, hvør ið sterkari var. Men Juda lá undir fyri Ísrael, og teir flýddu, hvør heim til sín sjálvs. Amazja judakong, son Jóas, son Ahazja, hann hertók Jóas kongur í Ísrael við Bet-Semes og fór til Jerúsalem við honum. Hann breyt niður eitt stykki av múri Jerúsalems, frá Efra'imsportri til Hornsportur, alin. Síðani tók hann alt gullið og silvurið og øll íløtini, sum vóru í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar; gíslar tók hann eisini og fór so aftur til Samaria. Tað, ið annars er at siga um Jóas, um tað, ið hann gjørdi, um stórverk hansara, og hvussu hann bardist við Amazja judakong, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Jóas til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Samaria hjá ísraelskongum. Og sonur hansara Jeroboam tók ríkið eftir hann. Men Amazja, sonur Jóas, kongurin í Juda, livdi ár, eftir tað at Jóas, sonur Jóahaz, kongurin í Ísrael, var deyður. Tað, ið annars er at siga um Amazja, er skrivað í kongakrøniku Juda. Teir gjørdu samansvørjing móti honum í Jerúsalem, og hann flýddi til Lakis; men teir sendu menn aftan á honum til Lakis og drópu hann har. Síðani fluttu teir hann á hestum haðani, og hann varð jarðaður í Jerúsalem hjá fedrum sínum í Dávidsstaði. Tá tók alt fólkið í Juda og gjørdi Azarja* sum tá var ár til kong eftir Amazja, faðir hansara. Hann víggirdi Elat og vann Juda hann aftur, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum. Fimtanda árið ið judakongur Amazja, sonur Jóas, sat við stýrið, varð Jeroboam, sonur ísraelskong Jóas, kongur í Samaria, og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ongari frá av syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera. Hann vann aftur Ísraelsland, haðani sum leiðin liggur til Hamat og líka at vatninum á slættlendinum eftir orðinum, ið HARRIN Gud Ísraels hevði talað við tænara Sínum Jónasi profeti, syni Amittai, úr Gat-Hefer. Tí HARRIN hevði sæð, at Ísrael var statt í svárari neyð, at tað var úti bæði við stórum og smáum, og at Ísrael ongan hjálparmann hevði. Og HARRIN hevði ikki sagt, at Hann skuldi strika út navn Ísraels undir himli; tí frelsti Hann tey við Jeroboam, syni Jóas. Tað, ið annars er at siga um Jeroboam, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, hvussu hann bardist, og hvussu hann vann aftur undir Ísrael tann partin av Damaskus og Hamat, sum Juda áður hevði átt, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Jeroboam til hvíldar hjá fedrum sínum, hjá ísraelskongum, og sonur hansara Zakarja tók ríkið eftir hann. KAPITUL Azarja í Juda, Zakarja í Ísrael, Sallum í Ísrael, Menahem í Ísrael, Pekaja í Ísrael, Peka í Ísrael, Jótam í Juda, Sjeynda og tjúgunda árið ið ísraelskongur Jeroboam sat við stýrið, varð Azarja, sonur judakong Amazja, kongur. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Amazja, faðir hansara, hevði gjørt. Bert vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. Men HARRIN sló kongin, so hann varð spitalskur líka til deyðadag sín, og hann búði í einum húsi fyri seg sjálvan; Jótam, sonur kongin, stóð tá fyri húsi hansara og dømdi fólkið í landinum. Tað, ið annars er at siga um Azarja, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. So legðist Azarja til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hansara í Dávidsstaði. Og sonur hansara Jótam tók ríkið eftir hann. Áttanda og tríatinda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Zakarja, sonur Jeroboam, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi mánaðir. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og fedrar hansara høvdu gjørt; hann veik ikki frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera. Men Sallum, sonur Jabez, fekk í lag samansvørjing móti honum, høgdi hann niður og drap hann, so fólkið sá, og tók síðani ríkið eftir hann. Tað, ið annars er at siga um Zakarja, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Soleiðis gekk orðið út, ið HARRIN hevði talað við Jehu; Hann hevði sagt: ?Synir tínir skulu í fjórða lið sita í hásæti Ísraels.? Og so varð. Níggjunda og tríatinda árið ið judakongur Uzzias* sat við stýrið, varð Sallum, sonur Jabez, kongur, og okkurt um ein mánað stýrdi hann í Samaria. Tá fór Menahem, sonur Gadi, úr Tirza, kom til Samaria og drap Sallum, son Jabez, í Samaria og tók ríkið eftir hann. Tað, ið annars er at siga um Sallum og um samansvørjingina, sum hann fekk í lag, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Úr Tirza herjaði Menahem um hesa tíðina Tifsa og alt, ið har var, og alt landið har rundanum; hann herjaði býin, aftur fyri at hann hevði ikki latið portrini upp fyri honum; allar barnakonur har læt hann kryvja. Níggjunda og tríatinda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Menahem, sonur Gadi, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann sat við stýrið í ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; aldri alla tíð sína veik hann frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera. Pul kongur í Assýria trongdi seg inn í landið; tá læt Menahem Pul fáa talentir av silvuri, fyri at hann skuldi halda við honum og tryggja kongadømið í hond hansara. Peningin, ið Menahem skuldi lata til kongin í Assýria, fekk hann við at leggja skatt á Ísrael, á allar ríkmenn, seklar á hvønn. Tá helt kongurin í Assýria av og varð ikki verandi í landinum longur. Tað, ið annars er at siga um Menahem, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. So legðist Menahem til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Pekaja tók ríkið eftir hann. Fimtiunda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Pekaja, sonur Menahem, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ikki frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera. Men høvuðsmaður hansara, Peka, sonur Remalja, fekk í lag samansvørjing móti honum og drap hann í borg kongshallarinnar í Samaria, bæði hann og Argob og Arje; hann hevði við sær mans av Gileaditunum. Og táið hann hevði dripið hann, tók hann ríkið eftir hann. Tað, ið annars er at siga um Pekaja, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Annað og fimtiunda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Peka, sonur Remalja, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ikki frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera. Á døgum Peka ísraelskongs kom Tiglat-Pileser, kongurin í Assýria, og tók Ijon, Abel-Bet-Ma'aka, Janoa, Kedes, Hazor, Gilead og Galilea alt Naftaliland og flutti fólkið burtur til Assýria. Men Hosea, sonur Ela, fekk í lag samansvørjing móti Peka, syni Remalja; og tjúgunda árið ið Jótam, sonur Uzzias, sat við stýrið, drap hann hann og tók ríkið eftir hann. Tað, ið annars er at siga um Peka, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Annað árið ið Peka ísraelskongur, sonur Remalja, sat við stýrið, varð Jótam, sonur judakong Uzzias, kongur. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jerúsa og var dóttir Zadok. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS; hann gjørdi á allan hátt, sum Uzzias, faðir hansara, hevði gjørt. Bert vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. Tað var hann, ið læt reisa Ovara Portur á húsi HARRANS. Tað, ið annars er at siga um Jótam, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Um ta tíðina byrjaði HARRIN at lata Rezin kong í Áram og Peka, son Remalja, heimsøkja Juda. So legðist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í staði Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Akaz tók ríkið eftir hann. KAPITUL Akaz í Juda. Seytjanda árið ið Peka, sonur Remalja, sat við stýrið, varð Akaz, sonur judakong Jótam, kongur. Akaz var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum HARRANS Guds hansara, soleiðis sum faðir hansara Dávid; nei, hann gekk somu leið sum ísraelskongar, ja, hann læt enntá son sín ganga gjøgnum eldin, eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. Hann ofraði og brendi roykilsi á heyggjunum og hæddunum og undir hvørjum grønum træi. Um hesa tíðina komu Rezin kongur í Áram og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerúsalem, til at herja á hann; teir kringsettu Akaz, men fingu einki álop gjørt. Um somu tíð vann Rezin kongur í Áram Elat aftur undir Áram; hann rak Judamenn burtur úr Elat, og Áramearar komu til Elat og búsettust har og búgva har enn í dag. Tá sendi Akaz boð til Tiglat-Pileser kong í Assýria og læt siga: ?Eg eri tænari og sonur tín! Kom og frels meg frá áramskongi og ísraelskongi teir eru lopnir á meg!? Akaz tók silvurið og gullið, sum var í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar, og sendi konginum í Assýria tað sum gávu. Kongurin í Assýria gjørdi tá, sum hann bað hann; hann fór ímóti Damaskus, tók tað, flutti fólkið burtur til Kir og drap Rezin. Tá fór Akaz kongur til Damaskus at finna Tiglat-Pileser kong í Assýria. Men táið hann sá altarið í Damaskus, sendi hann tekning av altarinum og mynd av tí til Uria prest, á allan hátt sum tað var gjørt. Og Uria prestur reisti altarið; á allan hátt eftir myndini, ið Akaz kongur hevði sent úr Damaskus, gjørdi Uria prestur altarið, áðrenn Akaz kongur kom aftur úr Damaskus. Táið kongurin kom aftur úr Damaskus og sá altarið, steig hann fram at altarinum og ofraði á tí. Hann ofraði brennioffur og matoffur sítt og helti út drykkjuoffur sítt, og hann sletti blóðið av takkofri sínum á altarið. Men koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS, flutti hann burt, haðani sum tað hevði staðið, framman fyri templið, millum hitt nýggja altarið og hús HARRANS, og setti tað norðan fyri hitt nýggja altarið. Síðani gav Akaz kongur Uria presti hetta boð: ?Á tí stóra altarinum skalt tú ofra morgunbrenniofrið og kvøldmatofrið, brennioffur og matoffur kongs og brennioffur als fólksins í landinum og matoffur og drykkjuoffur teirra; og alt blóð brenniofranna og sláturofranna skalt tú sletta á tað. Hvat gjørt skal verða við koparaltarið, skal eg hugsa um.? Uria prestur gjørdi á allan hátt, sum Akaz kongur hevði givið boð um. Akaz kongur læt eisini speglini bróta burtur úr støbbunum og tók íløtini niður av teimum; og hann læt taka havið niður av kopartarvunum, ið undir tí stóðu, og setti tað á undirlag av gróti. Hina taktu sabbatsgongina, sum teir høvdu gjørt í húsinum, og hina ytru inngongd kongsins legði hann inn í hús HARRANS fyri assýriakongs skuld. Tað, ið annars er at siga um Akaz, um tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. So legðist Akaz til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsstaði; og sonur hansara Ezekias tók ríkið eftir hann. KAPITUL Hosea í Ísrael. Ísraelsríki gongur til grundar, Samverjar og gudsdýrkan teirra, Tólvta árið ið judakongur Akaz sat við stýrið, varð Hosea, sonur Ela, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi ár. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS tó ikki sum teir ísraelskongar, ið undan honum høvdu verið. Móti honum kom Salmanassar, kongurin í Assýria, og Hosea noyddist at geva seg undir hann og lata skatt til hansara. Men táið kongurin í Assýria kom eftir, at Hosea hevði spunnið í samansvørjing móti honum, við tað at hann hevði sent boð til So kong í Egyptalandi og læt ikki longur skatt til kongin í Assýria, sum hann áður hevði gjørt ár undan ári, setti kongurin í Assýria hann fastan og helt hann í fangahúsi. Kongurin í Assýria herjaði alt landið; og hann fór til Samaria og helt hann kringsettan í trý ár. Níggjunda árið ið Hosea sat við stýrið, tók kongurin í Assýria Samaria, flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media. Soleiðis gekst, aftur fyri at Ísraelsmenn høvdu syndað móti HARRANUM Gudi sínum, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi og fríað tey úr hondum Faraos kongs í Egyptalandi, og aftur fyri at tey høvdu óttast aðrar gudar og fylgt siðum heidningafólkanna, ið HARRIN hevði rikið burt fyri Ísraelsmonnum, og siðunum, ið ísraelskongar vóru komnir við. Ísraelsmenn fjaldu burt HARRAN Gud sín við orðum, ið ikki vóru bein; teir bygdu sær offurheyggjar í øllum býum sínum líka frá vaktaratornunum* til hinar víggirdu staðir; teir reistu sær minnissteinar og Asjerur á hvørjari høgari hædd og undir hvørjum grønum træi, og teir brendu roykilsi har á øllum hæddunum eins og fólkini, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri teimum og teir gjørdu tað, ið ónt var, so teir vaktu vreiði HARRANS; teir dýrkaðu avgudarnar, ið HARRIN hevði sagt við teir um: ?Slíkt mugu tit ikki gera!? HARRIN vitnaði fyri Ísrael og fyri Juda við øllum profetum Sínum, øllum síggjarunum, og segði: ?Vendið aftur av óndu leiðum tykkara, og haldið boð Míni og fyriskipanir Mínar eftir allari lógini, ið Eg gav fedrum tykkara, og sum Eg sendi tykkum við tænarum Mínum, profetunum!? Men tey lurtaðu ikki eftir; tey vóru líka harðvunnin sum fedrar teirra, ið ikki trúðu á HARRAN Gud sín; tey vanvirdu boð Hansara og sáttmálan, ið Hann hevði gjørt við fedrar teirra, og vitnisburðirnar, ið Hann hevði givið teimum, og fylgdu eftir hinum tómu avgudum, vórðu dárar og gjørdu, sum fólkini gjørdu, ið rundan um tey búðu, tóat HARRIN hevði forboðið teimum at gera sum tey. Tey blakaðu øll boð HARRANS Guds síns frá sær og gjørdu sær stoyptar myndir, tveir kálvar; tey gjørdu sær eisini Asjerur, tilbóðu allan her himmalsins og dýrkaðu Ba'al. Tey lótu synir og døtur sínar ganga gjøgnum eldin og fingust við spádóm og gand; tey seldu seg sjálv til at gera tað, sum ónt var í eygum HARRANS, so tey vaktu vreiði Hansara. Tí gjørdist HARRIN stórliga vreiður við Ísrael, og Hann rak tey burt frá ásjón Síni; eingin varð eftir uttan bert ætt Juda. Men heldur ikki Juda helt boð HARRANS Guds síns; nei, tey fylgdu siðunum, ið Ísrael var komið við. Tí vrakaði HARRIN alla ætt Ísraels, eyðmýkti tey, gav tey í ránsmannahendur og kastaði tey til endan burtur frá ásjón Síni. Tí táið Hann hevði slitið Ísrael frá húsi Dávids, og teir høvdu tikið Jeroboam, son Nebat, til kong, dró Jeroboam Ísrael burtur frá HARRANUM og villleiddi tey til stóra synd. Og Ísraelsmenn livdu í øllum syndunum, sum Jeroboam hevði gjørt; teir viku ikki frá teimum, so at endin varð, at HARRIN rak Ísrael burt frá ásjón Síni soleiðis sum Hann hevði talað við øllum tænarum Sínum, profetunum. Og so varð Ísrael flutt burtur úr landi sínum til Assýria, og har hava tey verið til henda dag. Síðani læt kongurin í Assýria fólk koma úr Bábel, Kuta, Avva, Hamat og Sefarvajim og búsetast í býum Samaria í staðin fyri Ísraelsmenn; tey tóku Samaria í ogn og búsettust í býunum har. Men ta fyrstu tíðina ið tey búðu har, óttaðust tey ikki HARRAN; tí sendi HARRIN leyvur ímillum teirra, sum drópu tey. Kongurin í Assýria fekk tá boð um hetta: ?Fólkini, ið tú flutti burtur og lætst búsetast í býum Samaria, vita ikki, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast; tí hevur Hann sent leyvur ímillum teirra, sum drepa tey, av tí at tey vita ikki, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast.? Tá gav kongurin í Assýria hetta boð: ?Latið ein av prestunum, ið tit hava flutt burtur haðani, fara hagar! Teir* skulu fara og búsetast har, so hann kann læra tey, hvussu Gudurin í landinum skal dýrkast.? Ein av prestunum, ið teir høvdu flutt burt úr Samaria, kom nú og búsettist í Betel, og hann lærdi tey, hvussu tey skuldu óttast HARRAN. Men hvørt fólk gjørdi sær gudamyndir sínar og setti tær í húsini á hæddunum, sum Samverjar høvdu gjørt hvørt fólk í býi sínum, har sum tey búðu. Fólkið úr Bábel gjørdi sær Sukkot-Benot; fólkið úr Kut gjørdi sær Nergal; fólkið úr Hamat gjørdi sær Asima; Avvitar gjørdu sær Nibhaz og Tartak, og Sefarvitar brendu børn síni, Adrammelek og Anammelek, gudum Sefarvajims, til heiður. Og so óttaðust tey HARRAN við og gjørdu av sínum egnu monnum prestar við hæddirnar, sum ofraðu fyri tey í húsunum á hæddunum. Tey óttaðust HARRAN men dýrkaðu sínar egnu gudar við, á sama hátt sum fólkini, ið tey vóru flutt burtur frá. Enn í dag fylgja tey gomlu siðum sínum: Tey óttast ikki* HARRAN og gera ikki eftir fyriskipanunum og reglunum, ið tey hava fingið, ella eftir lógini og boðunum, ið HARRIN hevði givið sonum Jákup, sum Hann gav navnið Ísrael. Tí HARRIN gjørdi sáttmála við teir og gav teimum hetta boð: ?Tit skulu ikki óttast aðrar gudar, ikki tilbiðja teir, ikki dýrka teir og ikki ofra til teirra; nei, HARRAN, sum við miklum mátti og við útrættum armi leiddi tykkum út av Egyptalandi, Hann skulu tit óttast, Hann skulu tit tilbiðja, og til Hansara skulu tit ofra! Og fyriskipanirnar, reglurnar, lógina og boðini, ið Hann læt skriva tykkum, skulu tit leggja tykkum eina við at halda allar dagar! Tit mugu ikki óttast aðrar gudar. Sáttmálan, ið Eg havi gjørt við tykkum, mugu tit ikki gloyma og tit mugu ikki óttast aðrar gudar; nei, HARRAN Gud tykkara skulu tit óttast, og Hann skal frelsa tykkum úr hondum alra fígginda tykkara!? Men tey lurtaðu ikki eftir; tey bóru seg at sum áður. So óttaðust tá hesi fólk HARRAN, men dýrkaðu samstundis hinar útskornu myndir sínar; og børn og barnabørn teirra hava líka til henda dag gjørt, sum fedrar teirra gjørdu. KAPITUL Ezekias. Hann óttast Gud, Samaria verður tikið, Sankerib herjar á Jerúsalem. Rabsake heldur røðu móti Ezekiasi, Triðja árið ið ísraelskongur Hosea, sonur Ela, sat við stýrið, varð Ezekias, sonur judakong Akaz, kongur. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Abi og var dóttir Zakarja. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum faðir hansara Dávid hevði gjørt. Hann fekk offurheyggjarnar burtur, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi sundur Asjeruna; koparormin, ið Móses hevði gjørt, muldi hann í mjøl; tí líka til tá høvdu Ísraelsmenn brent roykilsi fyri honum teir róptu hann Nehustan. Hann leit á HARRAN Gud Ísraels, so at líki hansara var ikki eftir hann millum allar judakongar, ei heldur millum teirra, ið undan honum høvdu verið. Hann helt seg til HARRAN og veik ikki frá Honum, og hann helt boð Hansara, tey, ið HARRIN hevði givið Mósesi. Og HARRIN var við honum; í øllum, sum hann tók sær fyri, bar hann seg vísiliga at. Hann reiv seg leysan undan konginum í Assýria og vildi ikki standa undir honum. Hann vann sigur á Filistarum og tók land teirra líka til Gaza og landið har rundanum líka frá vaktaratornunum til hinar víggirdu staðir. Fjórða árið ið Ezekias kongur sat við stýrið tað var sjeynda árið, ið Hosea ísraelskongur, sonur Ela, sat við stýrið fór Salmanassar kongur í Assýria móti Samaria og kringsetti tað. Táið trý ár vóru gingin, tóku teir tað; tað var sætta árið, ið Ezekias sat við stýrið níggjunda árið ið Hosea ísraelskongur sat við stýrið at Samaria varð tikið. Og kongurin í Assýria flutti Ísrael burtur til Assýria og læt tey búsetast í Hala, við Habor, ánna í Gozan, og í býum Media aftur fyri at tey høvdu ikki lurtað eftir HARRANUM Gudi sínum, men brotið sáttmála Hansara, alt tað, ið tænari HARRANS Móses hevði givið boð um; tey vildu hvørki lurta eftir ella gera tað. Fjúrtanda árið ið Ezekias kongur sat við stýrið, fór Sankerib, kongurin í Assýria, móti øllum hinum víggirdu býum Juda og tók teir. Tá sendi judakongur Ezekias boð til Lakis til kongin í Assýria og læt siga: ?Eg havi syndað; far burtur frá mær aftur! Tað, ið tú leggur á meg, skal eg gera.? Kongurin í Assýria legði so á judakong Ezekias at lata talentir av silvuri og talentir av gulli. Ezekias læt tá alt silvurið, sum var í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar. Tá læt Ezekias bróta gullið av durunum í templi HARRANS og av durastøvunum, sum judakongur Ezekias hevði klætt við gulli, og læt tað til kongin í Assýria. Men kongurin í Assýria sendi Tartan, Rabsaris og Rabsake við stórum heri úr Lakis móti Ezekiasi kongi í Jerúsalem. Teir fóru tá avstað og komu til Jerúsalem, og táið teir vóru komnir hagar, gjørdu teir steðg við vatnveitingina úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll. Og teir róptu eftir konginum. Tá fór Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, út til teirra saman við Sebna ríkisskrivara og Jóa, syni Asaf, søguskrivaranum. Rabsake segði við teir: ?Sigið við Ezekias: ?So sigur hin stóri kongurin, kongurin í Assýria: Hvat er hetta fyri trygd, ið á teg er komin? Tú manst halda, at púrt og bert orð er tað sama sum ráð og styrki til hernað! Og hvønn er tað so, tú lítur á, síðani tú hevur sett teg upp móti mær? Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, ið rennir seg inn í hond hansara, sum styðjar seg á hann soleiðis er Farao kongur í Egyptalandi øllum teimum, ið á hann líta. Ella tit siga kanska við meg: ?Tað er HARRAN Gud okkara, vit líta á!? Men eru tað ikki offurheyggjar og altar Hansara, ið Ezekias hevur tikið burtur, táið hann segði við Juda og Jerúsalem: ?Framman fyri hetta altarið skulu tit tilbiðja, her í Jerúsalem??? Men kom nú og vedda við harra mín, kongin í Assýria! Eg skal lata teg fáa hestar, um tú kanst koma við monnum at ríða á teimum! Hvussu hugsar tú tá at kunna reka aftur so mikið sum ein høvuðsmann, ein hin minsta tænara harra míns! Tí lítur tú á Egyptaland og vónar at fáa vagnar og hestmenn haðani. Heldur tú nú, at eg eri farin móti hesum landi at oyða tað, uttan at HARRIN hevur viljað tað? Nei, tað var HARRIN sjálvur, sum segði við meg: ?Far móti hasum landi og oyð tað!?? Tá søgdu Eljakim, sonur Hilkia, og Sebna og Jóa við Rabsake: ?Tosa kortini árameiskt við tænarar tínar, tí vit skilja tað málið, og tosa ikki judeiskt við okkum, meðan menninir á múrinum hoyra!? Men Rabsake svaraði: ?Er tað við harra tín og teg, ið harri mín hevur sent meg at tala hesi orð! Er tað ikki við menninar, ið sita á múrinum, og sum saman við tykkum koma at noyðast at eta sítt egna skarn og drekka sítt egna land!? Rabsake steig nú fram og rópti hart á judeiskum máli: ?Hoyrið tað, ið hin stóri kongurin, kongurin í Assýria, talar! So sigur kongur: ?Latið ikki Ezekias narra tykkum!? Tí hann er ikki mentur at frelsa tykkum av hondum hansara. Og latið ikki Ezekias fáa tykkum at seta lít tykkara til HARRAN, táið hann sigur: ?HARRIN skal vissuliga frelsa okkum, og hesin býur skal ikki verða givin í hendur kongsins í Assýria!? Lurtið ikki eftir Ezekiasi! Tí so sigur kongurin í Assýria: ?Gerið frið við meg og gevið tykkum upp til mín! So skal ein og hvør tykkara sleppa at eta av víntræi og fikutræi sínum og drekka vatnið úr brunni sínum inntil eg komi og taki tykkum við til land, ið líkist landi tykkara, land við korni og vínberjaløgi, land við breyði og víngørðum, land við oljutrøum og hunangi, so tit kunnu liva og ikki doyggja. Lurtið ikki eftir Ezekiasi, táið hann roynir at villleiða tykkum og sigur: ?HARRIN skal frelsa okkum!? Man nakar av gudum fólkanna hava verið mentur at frelsa land sítt undan hond kongsins í Assýria! Hvar eru gudar Hamats og Arpads! Hvar eru gudar Sefarvajims, Hena og Ivva! Mundu gudar Samaria frelsa tað undan hond míni! Hvør av øllum gudum landanna hevur frelst land sítt undan hond míni! Skuldi tá HARRIN kunnað frelst Jerúsalem undan hond míni!?? Men fólkið tagdi og svaraði honum ikki orð; tí kongurin hevði givið hetta boð: ?Tit mugu ikki svara honum!? So fóru Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, Sebna ríkisskrivari og Jóa, sonur Asaf, søguskrivarin, við sundurskræddum klæðum til Ezekias og bóru honum boð um tað, ið Rabsake hevði sagt. KAPITUL Esaias ber Ezekiasi troyst frá Harranum, Sankerib sendir Ezekiasi bræv, sum Ezekias fer til Harran við, Herur Sankeribs verður forkomin, og hann doyr sjálvur, Táið Ezekias kongur hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, sveipaði seg í syrgibúna og fór inn í hús HARRANS. Og hann sendi Eljakim hallarstjóra, Sebna ríkisskrivara og hinar elstu av prestunum, sveipaðar í syrgibúna, til Esaias profet, son Amoz. Teir søgdu við hann: ?Ezekias letur siga: ?Hetta er neyðardagur, revsingardagur og vanærudagur; tí barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er at bera tað í heim! Kanska HARRIN Gud tín hoyrir tað, ið Rabsake hevur sagt, hann, sum harri hansara, kongurin í Assýria, hevur sent at háða hin livandi Gud, og kanska Hann fer at revsa hann fyri orðini, ið HARRIN Gud tín hevur hoyrt send tí upp bøn fyri leivdini, ið enn er eftir!?? Táið menn Ezekiasar kongs komu til Esaias, segði hann við teir: ?So skulu tit svara harra tykkara: ?So sigur HARRIN: Óttast ikki fyri orðunum, ið tú hevur hoyrt, sum tænarar kongsins í Assýria hava háðað Meg við! Eg skal geva ein anda í hann, og hann skal fáa tíðindi at frætta, so at hann vendir aftur til land sítt, og í hansara egna landi skal Eg lata hann falla fyri svørði!?? Rabsake fór so aftur, og hann hitti kongin í Assýria, sum tá hevði kringsett Libna; tí hann hevði frætt, at kongurin var farin avstað úr Lakis. So fekk hann tíðindi um, at Tirhaka kongur í Etiopia var hildin avstað at herja á hann. Tá sendi hann uppaftur boð til Ezekias og segði: ?So skulu tit siga við Ezekias, kongin í Juda: ?Lat ikki Gud tín, sum tú setur álit títt á, fáa narrað teg, so tú hugsar sum so: ?Jerúsalem skal ikki falla í hendur kongsins í Assýria!? Tú hevur jú kortini hoyrt, hvat kongarnir í Assýria hava gjørt við øll lond, hvussu teir hava oytt tey og tú skuldi sloppið undan! Hava gudar tjóðanna frelst tey, ið fedrar mínir oyddu: Gozan, Karan, Rezef og fólkið úr Eden í Telassar! Hvar er nú kongurin í Hamat, kongurin í Arpad ella kongurin í býnum Sefarvajim, í Hena og Ivva!?? Táið Ezekias hevði tikið við brævinum frá sendimonnunum og lisið tað, fór hann niðan í hús HARRANS, og har breiddi Ezekias tað út fyri ásjón HARRANS. Síðani bað Ezekias hesa bøn fyri ásjón HARRANS: ?HARRI Gud Ísraels, Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum! Eingin uttan Tú er Gud yvir øllum ríkjum jarðarinnar; Tú hevur gjørt himmal og jørð! Boygg nú oyra Títt, HARRI, og hoyr! Lat nú upp eygu Tíni, HARRI, og hygg! Hoyr orðini, ið Sankerib hevur sent at háða hin livandi Gud við! Tað er satt, HARRI, at kongarnir í Assýria hava oytt fólkini og lond teirra og kastað gudar teirra í eldin men teir eru ikki gudar, teir eru handaverk manna, viður og steinur; tí fingu teir forkomið teimum! Men frels okkum nú, HARRI Gud okkara, undan hond hansara, so øll ríki á jørðini kunnu sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og eingin uttan Tú!? Nú sendi Esaias, sonur Amoz, Ezekiasi boð og læt siga: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: Tað, ið tú hevur biðið Meg um viðvíkjandi Sankerib kongi í Assýria, havi Eg hoyrt. Hetta er orðið, ið HARRIN hevur talað móti honum: Hon háðar, hon spottar teg, moyggin, dóttir Zion, dóttir Jerúsalem ristir við høvdinum eftir tær! Hvønn hevur tú háðað og spottað! Hvørjum hevur tú lyft rødd tíni móti! Móti hinum Heilaga Ísraels hevur tú í hugmóði lyft eygunum! Við sendimonnum tínum hevur tú háðað HARRAN og sagt: ?Við óteljandi vagnum mínum fór eg niðan á fjallatindarnar, niðan á hini hægstu støð Libanons; eg høggi niður hini hægstu sedristrøini har, hini veldigu sypristrøini, og eg treingi meg niðan í hitt ovasta herbergið har, inn í skógin, har sum hann er tættastur. Eg gróv brunnar og drakk fremmand vøtn, við iljum mínum turki eg upp allar áir Egyptalands!? Hevur* tú ikki hoyrt tað? Tað er langt síðani, hetta kom upp í huga Mínum, frá ævigum tíðum havi Eg gjørt tað so av. Og nú havi Eg latið tað komið, so tú hevur fingið vald at leggja í oyði víggirdar staðir og gera teir til oydnar grótrúgvur. Tey, sum búðu har, vórðu máttleys, tey ræddust og stóðu til skammar; tey vórðu sum grasið á markini og sum hinar grønu urtir, sum grasið á tekjunum og sum korn, ið er svidnað, áðrenn tað er staðið. Eg síggi, táið tú situr, og táið tú fert og kemur, og hvussu tú leikar óður móti Mær. Men aftur fyri at tú leikar óður móti Mær, og Eg hoyri, hvussu hugmóðigur og tryggur tú ert, so skal Eg seta ring Mín í nøs tína og boksl Mítt í munn tín og leiða teg aftur, sama veg sum tú komst! Og hetta skalt tú* hava til tekin: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta, planta víngarðar og eta ávøkst teirra. Og hin bjargaða leivdin av húsi Juda skal av nýggjum festa røtur niðureftir og bera ávøkst uppeftir. Tí úr Jerúsalem skal ganga út leivd, og av Zionsfjalli tey, sum sleppa undan álvara HARRANS skal gera hetta. Tí sigur HARRIN so um kongin í Assýria: Hann skal ikki koma inn í henda stað og ikki skjóta píl inn í hann; hann skal ikki herja á hann við skjøldum og ikki reisa virkisvegg móti honum! Sama veg ið hann kom, skal hann fara avstað aftur, og inn í henda stað skal hann ikki koma! sigur HARRIN. Eg skal verja henda stað og frelsa hann fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld.? Somu nátt fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík. Tá fór hann avstað, Sankerib kongur í Assýria; hann fór heimaftur og helt seg síðani í friði í Nineve. Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann. KAPITUL Ezekias verður sjúkur og fær heilsubót, Sendimenn úr Bábel koma til hansara, Vatnveiting hansara, Hann doyr, Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá kom Esaias profetur, sonur Amoz, til hansara og segði við hann: ?So sigur HARRIN: Skipa fyri húsi tínum, tí tú skalt doyggja og ikki liva!? Tá vendi hann sær móti bróstinum og bað soleiðis til HARRAN: ?Á HARRI! Minst tó, hvussu eg havi livað fyri ásjón Tíni í trúfesti og við heilum hjarta og gjørt tað, sum rætt er í eygum Tínum!? Og Ezekias græt hart. Og áðrenn Esaias var komin út úr miðforgarðinum, kom orð HARRANS til hansara; Hann segði: ?Far aftur og sig við Ezekias, høvdinga fólks Míns: So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína, Eg havi sæð tár tíni. Eg skal grøða teg; í ovurmorgin skalt tú fara niðan í hús HARRANS. Eg skal leggja ár aftrat lívi tínum. Og Eg skal bjarga tær og hesum staði úr hondum kongsins í Assýria, ja, Eg skal verja henda stað fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld!? Nú segði Esaias: ?Komið við fikukøku!? Tey fóru so eftir fikukøku og løgdu hana á kýlið. Og hann varð frískur aftur. Men Ezekias segði við Esaias: ?Hvat fái eg til tekin fyri, at HARRIN fer at grøða meg, so eg í ovurmorgin kann fara niðan í hús HARRANS?? Esaias svaraði: ?Hetta skalt tú hava til tekin frá HARRANUM fyri, at HARRIN skal halda tað, ið Hann hevur lovað: Skal skuggin ganga tíggju strikur fram, ella skal hann fara tíggju strikur aftur?? Ezekias segði: ?Tað er lítið fyri hjá skugganum at ganga tíggju strikur fram nei, skuggin skal fara tíggju strikur aftur!? Esaias profetur rópti tá til HARRAN, og Hann læt skuggan fara tær strikurnar aftur, sum hann hevði førkað seg á sóluri Akazar, tíggju strikur. Um hesa tíðina sendi Berodak Baladan, sonur Baladan, kongurin í Bábel, brøv og gávur til Ezekias; tí hann hevði frætt, at Ezekias hevði verið sjúkur. Táið Ezekias hevði hoyrt tað, ið teir høvdu at siga, vísti hann teimum skattkamar sítt, silvurið, gullið, kryddurtirnar, hina dýru oljuna, alt vápnahús sítt og alt tað, sum var í skattkømurum hansara; einki var, sum Ezekias ikki læt teir fáa at síggja í húsi sínum og í øllum ríki sínum. Tá kom Esaias profetur til Ezekias kong og segði við hann: ?Hvat søgdu hasir menn, og hvaðani komu teir til tín?? Ezekias svaraði: ?Teir eru komnir úr landi langt burtur, úr Bábel.? Tá spurdi hann: ?Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?? Ezekias svaraði: ?Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð; einki var í skattkømurum mínum, sum eg ikki vísti teimum.? Nú segði Esaias við Ezekias: ?Hoyr orð HARRANS! Dagar skulu koma, táið alt, sum í húsi tínum er, og allir skattirnir, ið fedrar tínir hava savnað líka til henda dag, skal verða ført til Bábel; einki skal vera eftir sigur HARRIN. Og av sonum tínum, sum skulu koma av tær, og sum tú skalt fáa, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel.? Men Ezekias segði við Esaias: ?Gott er tað orð HARRANS, ið tú hevur talað!? Og síðani segði hann: ?Er ikki so táið tíð mín verður at ganga í friði og náðum!? Tað, ið annars er at siga um Ezekias og um øll stórverk hansara, hvussu hann byrgdi tjørnina og legði vatnveitingina og leiddi vatnið inn í býin, tað er skrivað í kongakrøniku Juda. So legðist Ezekias til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Manasse tók ríkið eftir hann. KAPITUL Manasse, Amon, Manasse var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hefziba. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. Hann reisti av nýggjum offurheyggjarnar, ið Ezekias, faðir hansara, hevði lagt í oyði; hann reisti Ba'al altar og læt gera Asjeru, eins og Akab ísraelskongur hevði gjørt; og hann tilbað allan her himmalsins og dýrkaði hann. Hann reisti altar í húsi HARRANS, sum HARRIN hevði sagt um: ?Í Jerúsalem skal Eg lata navn Mítt búgva.? Øllum heri himmalsins reisti hann altar, í báðum forgørðum húss HARRANS. Hann læt son sín ganga gjøgnum eldin, fekst við spádóm og gand, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara. Asjerumyndina, ið hann læt gera, setti hann í húsið, sum HARRIN hevði sagt um við Dávid og son hansara Sálomo: ?Í hesum húsi og í Jerúsalem, sum Eg havi útvalt av øllum ættum Ísraels, skal Eg til ævigar tíðir lata navn Mítt búgva; og Eg skal ikki aftur lata Ísrael fara heimleyst burtur úr landinum, ið Eg gav fedrum teirra so satt sum tey bert akta eftir at gera alt tað, ið Eg havi álagt teimum, eftir allari lógini, ið tænari Mín Móses gav teimum.? Men tey vildu ikki lurta eftir, og Manasse villleiddi tey, so tey bóru seg verri at enn fólkasløgini, ið HARRIN hevði oytt fyri Ísraelsmonnum. Tá talaði HARRIN við tænarum Sínum profetunum og segði: ?Aftur fyri at Manasse judakongur hevur borið seg so viðurstyggiliga at, gjørt tað, ið verri er enn alt tað, ið Amoritar, ið fyri honum vóru, gjørdu, og haraftrat við avgudum sínum hevur komið Juda at synda, tí sigur HARRIN Gud Ísraels so: Eg skal lata vanlukku koma yvir Jerúsalem og Juda, so ringja skal fyri báðum oyrum alra, ið hoyra um tað! Eg skal strekkja sama málisnøri yvir Jerúsalem sum yvir Samaria og nýta sama lodd sum móti húsi Akabs; Eg skal turka Jerúsalem burt, eins og fat verður turkað og síðani, táið tað er turkað, verður hálvt. Eg skal vraka tað, ið eftir er av arvaluti Mínum, og geva tey í hendur fígginda teirra; og tey skulu verða øllum fíggindum sínum til fong og rán, aftur fyri at tey hava gjørt tað, sum ónt er í eygum Mínum, og eggjað Meg til vreiði, frá tí degi fedrar teirra fóru út av Egyptalandi líka til henda dag!? Manasse úthelti eisini so ógvuliga nógv sakleyst blóð, at hann fylti Jerúsalem við tí úr enda í enda ikki at tala um syndina, at hann villleiddi Juda til at synda og gera tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Tað, ið annars er at siga um Manasse, um alt, ið hann gjørdi, og um syndina, ið hann gjørdi, tað er skrivað í kongakrøniku Juda. So legðist Manasse til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í urtagarðinum við hús sítt, í urtagarði Uzza. Og sonur hansara Amon tók ríkið eftir hann. Amon var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Mesullemet; hon var dóttir Harus og var úr Jotba. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og Manasse, faðir hansara, hevði gjørt. Hann gekk í einum og øllum somu leið, sum faðir hansara hevði gingið, dýrkaði avgudarnar, ið faðir hansara hevði dýrkað, og tilbað teir. HARRANUM Gudi fedra sína vendi hann bakið og gekk ikki leiðir HARRANS. Tænarar Amons svóru seg saman ímóti honum og drópu kongin í húsi hansara. Men fólkið í landinum drap allar teir, ið høvdu svorið seg saman móti Amon kongi, og gjørdi síðani son hansara Josias til kong eftir hann. Tað, ið annars er at siga um Amon, um tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda. Hann varð jarðaður í grøv síni í urtagarði Uzza; og sonur hansara Josias tók ríkið eftir hann. KAPITUL Josias. Lógbókin funnin í templinum. Josias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jedida; hon var dóttir Adaja úr Bozkat. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, og gekk í einum og øllum somu leið sum faðir sín Dávid; hvørki til høgru ella til vinstru veik hann. Átjanda árið ið Josias kongur sat við stýrið, sendi kongurin Safan ríkisskrivara, son Azalja, son Mesullam, í hús HARRANS og segði: ?Far til Hilkia, høvuðsprestin, og bið hann telja saman allan peningin, ið latin er til hús HARRANS, sum teir, ið halda vakt við dyrnar, hava savnað saman frá fólkinum, og lata teir, ið standa fyri arbeiðinum og eru umsjónarmenn yvir húsi HARRANS, fáa hann! Hesir skulu so nýta hann til at gjalda teimum, ið arbeiða uppá hús HARRANS, teimum, ið væla um templið, har sum neyðugt er, træsmiðunum, byggingarmonnunum og múrarunum, og til at keypa við og høgdar steinar fyri, so vælt kann verða um templið. Men ikki skal haldast roknskapur við teir viðvíkjandi peninginum, ið teir fáa undir hond; nei, teir skulu gera tað uppá æru og trúgv.? Tá segði Hilkia høvuðsprestur við Safan ríkisskrivara: ?Eg havi funnið lógbókina í húsi HARRANS.? Og Hilkia fekk Safan bókina, og hann las hana. Síðani fór Safan ríkisskrivari aftur til kongin við boðum og segði: ?Tænarar tínir hava latið av hondunum peningin, sum var í templinum, og fingið umsjónarmonnum teirra, ið arbeiða uppá hús HARRANS, hann.? Síðani segði Safan ríkisskrivari konginum frá, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Safan las hana fyri konginum. Táið kongurin hoyrdi tað, sum í lógbókini stóð, skræddi hann klæði síni; og kongurin gav Hilkia presti, Ahikam, syni Safan, Akbor, syni Mikaja, Safan ríkisskrivara og Asaja, einum tænara hjá konginum, hetta boð: ?Farið og spyrjið HARRAN fyri meg, fyri fólkið og fyri alt Juda um tað, sum í hesi bók stendur, ið funnin er! Tí stór er vreiði HARRANS, ið brennur móti okkum, av tí at fedrar okkara hava ikki aktað orðini í hesi bók og hava ikki gjørt alt tað, ið okkum er fyriskrivað.? Hilkia prestur, Ahikam, Akbor, Safan og Asaja fóru nú til Huldu profetinnu, sum var gift við Sallum, syni Tikva, son Harhas, honum, ið ansaði eftir klæðunum; hon búði í Jerúsalem í tí nýggja býpartinum. Teir tosaðu tá við hana, og hon segði við teir: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: Sigið við mannin, ið sendi tykkum til Mín: So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma yvir hetta stað og tey, sum her búgva, alt tað, sum stendur í bókini, ið judakongur hevur lisið aftur fyri at tey hava vent Mær bakið og brent roykilsi fyri øðrum gudum og soleiðis vakt vreiði Mína við øllum handaverki sínum; vreiði Mín brennur móti hesum staði, og hon skal ikki sløkna. Men við judakong, sum sendi tykkum at spyrja HARRAN, við hann skulu tit siga: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Tú hevur nú hoyrt hesi orð; men við tað at hjarta títt blotnaði, og tú eyðmýkti teg fyri ásjón HARRANS, táið tú hoyrdi tað, ið Eg havi talað móti hesum staði og teimum, ið her búgva at tey skulu verða til ræðslu og illbøn og við tað at tú skræddi klæði tíni og grætst fyri ásjón Míni, so havi Eg eisini hoyrt sigur HARRIN. Tí skal Eg savna teg til fedrar tínar, og tú skalt í friði savnast við teimum í grøv tíni; eygu tíni skulu ikki koma at síggja alla vanlukkuna, ið Eg lati koma yvir hetta stað.? Við hesum svari komu teir aftur til kongin. KAPITUL Josias reinsar landið. Heldur páskir, Fer í hernað móti Neko og doyr, Jóahaz, Jójakim, Nú sendi kongurin boð eftir øllum hinum elstu í Juda og Jerúsalem, og teir komu saman hjá honum. Síðani fór kongurin niðan í hús HARRANS, og við honum allir Judamenn og allir teir, sum í Jerúsalem búðu, prestarnir, profetarnir og alt fólkið, bæði smáir og stórir; og hann las upp fyri teimum alt tað, sum skrivað stóð í sáttmálabókini, ið funnin var í húsi HARRANS. Kongurin steig so fram at súluni og gjørdi fyri ásjón HARRANS tann sáttmála, at teir skuldu fylgja HARRANUM eftir og halda boð, vitnisburðir og fyriskipanir Hansara av øllum hjarta sínum og allari sál síni at teir skuldu halda orðini í hesum sáttmála, tey, sum skrivað stóðu í hesi bók. Og alt fólkið gekk undir sáttmálan. So segði kongurin við Hilkia, høvuðsprestin, og prestarnar, ið næstir vóru undir honum, og duravaktararnar, at teir skuldu fáa út úr templi HARRANS øll amboðini, ið gjørd vóru til Ba'al, Asjeru og allan her himmalsins; hann læt so brenna tey uttan fyri Jerúsalem á markunum við Kidron, og øskuna av teimum læt hann bera til Betel. Avgudaprestarnar, ið judakongar høvdu innsett, og sum brendu roykilsi á hæddunum í Judabýum og rundan um Jerúsalem, teir setti hann av, somuleiðis teir, ið brendu roykilsi fyri Ba'al og fyri sólini, mánanum, stjørnumyndunum og øllum heri himmalsins. Hann tók asjerumyndina út úr húsi HARRANS og læt teir fara við henni út um Jerúsalem til Kidronsdal og brenna hana í Kidronsdali og mylja hana í mjøl; dustið læt hann stoyta, har sum smámaðurin hevði grevstur. Hann reiv niður hús mansskøkjanna tey vóru tætt við hús HARRANS har sum kvinnurnar vóvu Asjeru smátjøld. Hann læt allar prestarnar koma úr býunum í Juda, og hann vanhalgaði hæddirnar, har sum prestarnir høvdu brent roykilsi, úr Geba líka til Be'erseba. Hann breyt niður heyggjarnar við portrini, bæði tann, ið stóð uttan fyri portur Josva, býhøvdingans, og tann, ið stóð vinstrumegin býportrið. Prestarnir við heyggjarnar sluppu tó ikki at ofra á altari HARRANS í Jerúsalem; teir sluppu bert at eta ósúrgað breyð millum brøður sínar. Hann vanhalgaði eisini Tofet* í Hinnomssonardali, so at eingin skuldi lata son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin fyri Molok. Hann fekk burtur hestarnar, ið judakongur hevði sett upp, sólini til heiður, tætt við inngongdina til hús HARRANS, við kamar Netan-Meleks hirðmans í Parvarim;* og vagnar sólarinnar læt hann brenna. Altarini, ið judakongar høvdu reist á takinum yvir sali Akazar, og altarini, ið Manasse hevði reist í báðum forgørðum húss HARRANS, tey reiv kongurin niður; hann soraði tey sundur og fekk tey burtur haðani og kastaði dustið av teimum í Kidronsløk. Offurheyggjarnar, ið vóru beint yvir av Jerúsalem, sunnan fyri Oyðingarfjall, og sum Sálomo ísraelskongur hevði reist Astartu, viðurstygd Zidoninga, Kamos, viðurstygd Móabita, og Milkom, viðurstygd Ammonita, teir vanhalgaði kongurin. Hann breyt sundur minnissteinarnar og høgdi niður Asjerurnar og fylti staðið, har sum tær høvdu verið, við menniskjabeinum. Eisini altarið í Betel, offurheyggin, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði reist hann, sum fekk Ísrael at synda eisini tað altarið og tann offurheyggin reiv hann niður; hann brendi heyggin upp og muldi hann í mjøl; Asjeruna við brendi hann. Táið Josias vendi sær á og sá gravirnar, ið har á fjallinum vóru, sendi hann menn hagar og læt teir taka beinini úr grøvunum og brenna tey á altarinum til at vanhalga tað eftir orði HARRANS, sum hin gudsmaðurin kunngjørdi, hann, sum kunngjørdi, at hetta skuldi henda.* So segði hann: ?Hvat er hatta fyri gravsteinur, ið eg síggi har yviri?? Menninir í býnum svaraðu: ?Hatta er grøv gudsmansins, sum kom úr Juda og rópti móti altarinum í Betel, at tað skuldi henda, sum tú nú hevur gjørt.? Tá segði hann: ?Latið hann hvíla í friði, eingin má nema bein hansara!? Teir lótu so bein hansara vera í friði, og somuleiðis bein profetsins, ið komin var úr Samaria. Eisini øll offurhúsini á heyggjunum í býum Samaria, tey, sum ísraelskongar høvdu reist til at vekja vreiði HARRANS fekk Josias burtur og gjørdi við tey, á allan hátt sum hann hevði gjørt í Betel. Allar heyggjaprestarnar, ið har vóru, læt hann drepa á altarunum, og hann brendi menniskjabein á teimum. So fór hann aftur til Jerúsalem. Síðani gav kongurin øllum fólkinum hetta boð: ?Haldið HARRANUM Gudi tykkara páskir, soleiðis sum skrivað er her í sáttmálabókini!? Slíkar páskir sum hesar høvdu ikki verið hildnar, síðani ta tíðina ið dómararnir dømdu í Ísrael, ikki alla ta tíð, ið kongar høvdu verið í Ísrael og Juda; men átjanda árið ið Josias kongur sat við stýrið, vórðu í Jerúsalem hesar páskir hildnar HARRANUM. Josias oyddi eisini tey, sum manaðu deyð, og spámenninar, húsgudarnar, avgudarnar og allar viðurstygdirnar, ið høvdu verið at sæð í Judalandi og Jerúsalem tí hann vildi halda lógorðini, sum skrivað vóru í bókini, ið Hilkia prestur hevði funnið í húsi HARRANS. Aldri áður hevði verið nakar kongur sum hann, nakar, ið soleiðis hevði vent við til HARRAN av øllum hjarta sínum, allari sál síni og allari styrki síni, eftir allari Móselóg og eftir hann kom eingin, ið var sum hann. Og tó vendi HARRIN ikki frá stóru, brennandi vreiði Síni, sum brann móti Juda fyri allar syndirnar, ið Manasse hevði vakt vreiði Hansara við. Nei, HARRIN segði: ?Eisini Juda skal Eg koyra burt frá ásjón Míni, eins og Eg koyrdi Ísrael burt, og Eg skal vraka Jerúsalem, henda stað, ið Eg havi útvalt, og húsið, sum Eg segði um: ?Navn Mítt skal búgva har.?? Tað, ið annars er at siga um Josias, um alt, ið hann gjørdi, tað er skrivað í kongakrøniku Juda. Á døgum hansara fór Farao Neko, kongurin í Egyptalandi, eystur at ánni Frat* móti konginum í Assýria. Tá helt Josias kongur ímóti honum, men Neko drap hann við Megiddo, við tað sama sum hann sá hann. Tænarar hansara førdu hann so í vagni deyðan frá Megiddo og fóru til Jerúsalem við honum og jarðaðu hann í grøv hansara. Og fólkið í landinum tók Jóahaz, son Josias, salvaði hann og gjørdi hann til kong eftir faðir hansara. Jóahaz var ár, táið hann gjørdist kongur, og mánaðir stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hamutal; hon var dóttir Jirmeja úr Libna. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum fedrar hansara høvdu gjørt. Men Farao Neko setti hann fastan í Ribla í Hamatslandi og gjørdi soleiðis enda á kongadømi hansara í Jerúsalem; og hann legði skatt á landið, talentir av silvuri og eina talent av gulli. Síðani gjørdi Farao Neko Eljakim, son Josias, til kong eftir Josias, faðir hansara, og broytti navn hansara til Jójakim. Men Jóahaz tók hann við sær til Egyptalands, og har doyði hann. Silvurið og gullið læt Jójakim til Farao; men hann noyddist at leggja skatt á landið fyri at fáa latið peningin, ið Farao hevði kravt; hann heintaði frá fólkinum í landinum silvur og gull, skattin, ið hvør einstakur var settur í, og læt tað so til Farao Neko. Jójakim var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Zebida; hon var dóttir Pedaja úr Ruma. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum fedrar hansara høvdu gjørt. KAPITUL Jójakim undir Nebukadnezar. Hann doyr, Jójakin, Zedekias, Á døgum hansara kom Nebukadnezar kongur í Bábel hagar, og Jójakim gav seg undir hann; men táið trý ár vóru gingin, fall hann frá honum aftur. Tá sendi HARRIN móti honum kaldeiskar, árameiskar, móabitiskar og ammonitiskar ránsflokkar; Hann sendi teir móti Juda at oyða tað eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænarum Sínum profetunum. Eina eftir boði HARRANS kom hetta yvir Juda tí Hann ætlaði at reka tey burt frá ásjón Síni aftur fyri syndir Manasse, aftur fyri alt tað, ið hann hevði gjørt, eisini aftur fyri hitt sakleysa blóð, ið hann hevði úthelt, so hann fylti Jerúsalem við sakleysum blóði; hetta vildi HARRIN ikki fyrigeva. Tað, ið annars er at siga um Jójakim, um alt, ið hann gjørdi, tað er skrivað í kongakrøniku Juda. So legðist Jójakim til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Jójakin tók ríkið eftir hann. Men kongurin í Egyptalandi fór ikki av aftur landi sínum; tí kongurin í Bábel hevði tikið alt tað, ið egyptalandskongur hevði átt, frá Egyptalandsá líka at ánni Frat. Jójakin var ár, táið hann gjørdist kongur, og mánaðir stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Nehusta; hon var dóttir Elnatan úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum faðir hansara hevði gjørt. Um hesa tíðina komu menn Nebukadnezars bábelskongs móti Jerúsalem, og staðurin varð kringsettur. Síðani kom Nebukadnezar bábelskongur sjálvur móti býnum, meðan menn hansara hildu hann kringsettan. Tá fór Jójakin judakongur út til bábelskong, bæði hann og móðir hansara og tænarar, høvuðsmenn og hirðmenn hansara; og kongurin í Bábel tók hann til fanga, áttanda árið ið hann sat við stýrið. Hann fór avstað við øllum skattum húss HARRANS og kongshallarinnar, og hann breyt gullið av øllum amboðunum, ið Sálomo ísraelskongur hevði latið gera til tempul HARRANS soleiðis sum HARRIN hevði sagt. Hann flutti burtur alt Jerúsalem, allar høvdingar og ríkmenn fangar og allar træsmiðir og jarnsmiðir; eingin var eftir uttan hini fátækastu av fólki landsins. Hann flutti Jójakin sum fanga til Bábel; eisini móður kongin og konur og hirðmenn hansara og høvdingar landsins flutti hann sum fangar úr Jerúsalem til Bábel. Framvegis allar ríkmenninar, í tali, og træsmiðirnar og jarnsmiðirnar, í tali, sum allir vóru raskir hermenn teir flutti bábelskongur sum fangar til Bábel. Og kongurin í Bábel gjørdi faðirbróður hansara Mattanja til kong í stað hansara og broytti navn hansara til Zedekias. Zedekias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hamital; hon var dóttir Jirmeja úr Libna. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum Jójakim hevði gjørt. Tí av tí at vreiði HARRANS var yvir Jerúsalem og Juda, gekk við teimum, sum gekk inntil Hann kastaði tey burtur frá ásjón Síni. Og Zedekias fall frá bábelskongi. KAPITUL Jerúsalem lagt í oyði. Judaríki gongur til grundar, Gedalja, Jójakin tikin til náði, Níggjunda árið ið hann sat við stýrið, tann tíggjunda í tíggjunda mánaði, kom Nebukadnezar bábelskongur við øllum heri sínum móti Jerúsalem og tók støðu móti tí; og teir reistu hervirki móti tí rundan um tað. So hildu teir býin kringsettan, líka til ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið. Tann níggjunda í mánaðinum* var hungursneyðin so svár í býnum, at fólkið í landinum hevði einki at eta. Tá varð lið brotið á býmúrin. Og alt herfólkið flýddi um náttina gjøgnum portrið millum báðar múrarnar við urtagarð kongsins, meðan Kaldearar høvdu støðu móti býnum rundan um hann. Hann* tók leiðina til slættlendið. Men Kaldearaherurin helt eftir konginum og fekk hann aftur á Jerikoslætta og allur herur hansara varð spjaddur, hvør í sína ætt, frá honum. So tóku teir kongin og fóru við honum til Ribla, til bábelskong, og har varð dómur feldur yvir hann. Teir drópu synir Zedekias fyri eygum hansara, og Zedekias sjálvan læt hann* blinda; síðani læt hann hann binda við tveimum koparleinkjum, og soleiðis fóru teir til Bábel við honum. Tann sjeynda í fimta mánaði tað var nítjanda árið, ið Nebukadnezar bábelskongur sat við stýrið kom Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, ein av monnum bábelskongs, til Jerúsalem. Hann brendi hús HARRANS og kongshøllina; og øll húsini í Jerúsalem øll hús stórmannanna brendi hann. Og allur Kaldearaherurin, sum lívvaktarhøvdingin hevði við sær, reiv niður múrar Jerúsalems. Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi flutti burt tað, ið eftir var av fólkinum, tey, sum eftir vóru í býnum, svíkjararnar, ið høvdu lopist yvir til bábelskong, og tað, ið eftir var av almúguni. Bert nøkur av hinum fátækastu í landinum læt lívvaktarhøvdingin verða eftir sum víngarðsmenn og til at dýrka jørðina. Koparsúlurnar í húsi HARRANS og stabbarnar og koparhavið í húsi HARRANS brutu Kaldearar sundur og fóru til Bábel við koparinum. Øskubytturnar, eldspakarnar, knívarnar, skálirnar og øll koparíløtini, ið nýtt høvdu verðið við tænastuna, rændu teir; somuleiðis rændi lívaktarhøvdingin eldpannurnar og skálirnar at sletta blóð við alt, ið var av gulli og silvuri og súlurnar báðar, havið og stabbarnar, sum Sálomo hevði latið gera til hús HARRANS koparið í øllum hesum stóð ikki til at viga. Átjan alin høg var onnur súlan, og súluhøvd av kopari var á henni; súluhøvdið var tríggjar alin høgt; rutt net og granatepli vóru rundan um súluhøvdið, alt samalt av kopari; á sama hátt var við tí rudda netinum á hini súluni. Lívvaktarhøvdingin tók Seraja, høvuðsprestin, og Zefanja prest, ið var næstur undir honum, og eisini teir tríggjar duravaktararnar; og úr býnum tók hann ein hirðmann, hann, ið var høvuðsmaður herfólksins, og fimm menn av teimum, ið kongurin altíð umgekst, og sum enn vóru í býnum, harumframt skrivara herhøvdingans, hann, ið skrivaði fólkið í landinum út í hernað, og mans av fólkinum í landinum, sum enn var í býnum hesar tók Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi og fór til Ribla til bábelskong við teimum; og bábelskongur læt teir drepa í Ribla í Hamatslandi. Soleiðis varð Juda flutt burt úr landi sínum. Yvir fólkið, ið eftir var í Judalandi, tey, sum Nebukadnezar kongur í Bábel læt verða eftir, yvir tey setti hann Gedalja, son Ahikam, son Safan. Táið nú allir herhøvdingarnir og menn teirra frættu, at bábelskongur hevði sett Gedalja yvir landið, komu teir til Mizpa til hansara Ísmael, sonur Netanja, Jóhanan, sonur Karea, Seraja úr Netofa, sonur Tanhumet, og Ja'asanja, sonur Ma'akatitin, við monnum sínum. Og Gedalja gjørdi teimum og monnum teirra eið og segði við teir: ?Óttist ikki Kaldearar! Verðið í landinum og gevið tykkum undir kongin í Bábel, so skal tykkum gangast væl!? Men í sjeynda mánaði kom Ísmael, sonur Netanja, son Elisama, maður av kongaættini, og tíggju menn við honum, og teir drópu bæði Gedalja og teir Judamenn og Kaldearar, ið hjá honum vóru í Mizpa. Tá rýmdi alt fólkið avstað, bæði stór og smá, og herhøvdingarnir, og tey fóru til Egyptalands; tí tey ræddust Kaldearar. Sjeynda og tríatinda árið eftir at judakongur Jójakin var fluttur burt, tann sjeynda og tjúgunda í tólvta mánaði, tók Evil-Merodak bábelskongur sama árið sum hann gjørdist kongur Jójakin judakong til náði og slepti honum út úr fangahúsinum. Hann tosaði blídliga við hann og setti stól hansara oman fyri stólar teirra konga, sum hjá honum vóru í Bábel. Hann fór tá úr fangabúna sínum og át við borð hansara hvønn dag, so leingi sum hann livdi. Tað, ið honum tørvaði, fekk hann alla tíðina frá konginum, hvønn dag tað, ið hann hevði fyri neyðini tann dagin, so leingi sum hann livdi. Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint KAPITUL Tøkk fyri troyst Guds í trongdum, Grundin fyri, at Paulus broytti ferðaætlan sína, Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu, og bróðirin Timoteus til samkomu Guds, sum í Korint er, og somuleiðis til øll hini heiløgu, sum í øllum Akaia eru. Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar, Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi! Tí eins og líðingar Kristusar koma í yvirflóð á okkum, so er eisini troyst okkara ríklig við Kristusi. Men líða vit trongd, so líða vit hana tykkum til troyst og frelsu; verða vit harímóti troystaðir, so er hetta eisini tykkum til troyst; og hetta vísir kraft sína í, at tit eru tolin í somu líðingum, sum vit líða. Og vón okkara um tykkum er føst, við tað at vit vita, at eins og tit hava part við okkum í líðingunum, so hava tit eisini part í troystini. Tí vit vilja ikki, brøður, at trongdin, ið kom á okkum í Asia, skal vera tykkum ókunnig; hon var ovurhonds tung, meir enn vit vóru mentir at bera, so at vit enntá ikki høvdu mót um lív; ja, vit høvdu gjørt upp við okkum sjálvar, at vit máttu doyggja, fyri at vit skuldu ikki líta á okkum sjálvar, men á Gud, sum reisir upp hini deyðu. Og Hann frelsti okkum og frelsir okkum úr hesum stóra deyðavanda; til Hansara hava vit sett vón okkara, at Hann eisini hereftir skal frelsa okkum, við tað at tit við koma okkum til hjálpar við forbøn tykkara. Soleiðis skal av mongum munnum ljóða ríklig tøkk fyri okkum, fyri náðina, ið okkum er víst. Tí hetta er rós okkara: Vitnisburðurin, ið samvitska okkara ber okkum um, at atferð okkara í heiminum og serliga hjá tykkum hevur verið í heilagleika og reinleika Guds, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guds. Vit skriva tykkum einki annað enn tað, sum tit lesa ella eisini kunnu skilja. Og eg vóni, at tit eisini til fulnar skulu skilja sum tit eisini fyri ein part hava skilt um okkum at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara á degi Harrans Jesusar. Í áliti á hesum ætlaði eg at koma til tykkara fyrst, fyri at tit skuldu fáa enn eitt kærleiksprógv. Frá tykkum ætlaði eg so at fara til Makedonia og úr Makedonia aftur at koma til tykkara og av tykkum verða hjálpin longur fram, til Judea. Táið eg nú ætlaði hetta, mundi eg vera vinglutur, táið eg gjørdi tað! Ella tað, sum eg seti mær fyri, man eg seta mær tað fyri eftir holdinum, so at hjá mær skuldi verið bæði ja, ja, og nei, nei! So satt sum Gud er trúfastur: Tala okkara til tykkara er ikki ja og nei! Tí Sonur Guds, Kristus Jesus, Hann, sum prædikaður varð millum tykkara við okkum mær, Silvanusi og Timoteusi Hann var ikki ja og nei, men ja er tað vorðið í Honum. Tí so mong sum lyfti Guds eru í Honum hava tey ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum. Men tann, sum bindur bæði okkum og tykkum fast til Kristus, og sum salvaði okkum, er Gud, Hann, sum eisini hevur innsiglað okkum og givið Andan til pant í hjørtu okkara. Eg kalli Gud til vitni yvir sál mína, at tað er fyri at spara tykkum, eg ikki enn eri komin til Korint ikki, at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, nei, vit arbeiða við uppá gleði tykkara; tí tit standa í trúnni. KAPITUL Tann, sum angrað hevur, eigur at verða tikin inn aftur í samkomuna, Paulus lovar Gudi fyri, at orðið, ið hann hevur boðað, hevur virkað við slíkari kraft, Tí tað setti eg í meg, at eg skuldi ikki aftur koma til tykkara við sorg. Um eg nú voldi tykkum sorg, hvør er tá tann, ið ger meg glaðan, uttan tann, sum eg voldi sorg! Júst tí skrivaði eg, fyri at eg ikki, táið eg kom, skuldi hava sorg av teimum, ið eg átti at havt gleði av. Tí eg havi tað álit á tykkum øllum, at tað, sum gleðir meg, gleðir tykkum øll. Tað var í stórari neyð og við miklari angist í hjartanum, eg skrivaði til tykkara við nógvum tárum ikki fyri at gera tykkum sorg, men fyri at tit skuldu kenna kærleikan, ið eg havi til tykkara serliga. Hevur nakar volt sorg, so er tað ikki mær, hann hevur volt sorg, men fyri ein part tykkum øllum fyri at eg nú ikki skal vera ov harður. Tað er honum nóg mikið, straffin, hann hevur fingið av hinum flestu, so at tit tvørtur ímóti heldur skulu fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann skal ikki ganga til grundar í ov stórari sorg. Tí áminni eg tykkum at lata kærleikan ráða móti honum. Tí var tað eisini, eg skrivaði, fyri at fáa at vita, um tit standa royndina um tit eru lýdnir í øllum. Honum, ið tit fyrigeva nakað, fyrigevi eg við, sum eg eisini um eg havi havt nakað at fyrigeva havi fyrigivið tað fyri ásjón Kristusar, fyri tykkara skuld fyri at vit skulu ikki verða dáraðir av Satan; tí tað, sum hann hevur í huga, eru vit ikki ókunnigir við. Táið eg kom til Troas at prædika evangelium Kristusar, og dyr vóru mær latnar upp í Harranum, hevði eg ongan frið í anda mínum, tí eg fann ikki Titus, bróður mín; nei, eg segði teimum farvæl og fór til Makedonia. Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum! Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast. Teimum, ið fortapast, eru vit angi av deyða til deyða; teimum, ið frelst verða, eru vit angi av lívi til lív. Og hvør dugir til hetta? Tí vit eru ikki slíkir sum so mangir at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi. KAPITUL Tænasta hins nýggja sáttmála er mangan ríkari í dýrd enn hins gamla, Tí er Paulus hugreystur í tænastu síni, hóast Ísrael sigst undan evangeliinum, Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli! Ella man okkum, eins og summum, tørva viðmælisbrøv til tykkara ella frá tykkum! Tit eru bræv okkara, skrivað inn í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, við tað at skilliga sæst, at tit eru bræv Kristusar, vorðið til við okkum, skrivað, ikki við blekki, men við Anda hins livandi Guds, ikki á steintalvur, men á kjøttalvur hjartans. Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp eins og av okkum sjálvum; dugnaskapur okkara er av Gudi, sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi. Um nú tænasta deyðans, sum við bókstøvum var høgd inn í steinar, kom fram í dýrd, so Ísraelsmenn fingu ikki hugt á andlit Mósesar fyri dýrd andlits hansara sum tó svann burtur hvussu mikið meiri skal tá ikki tænasta Andans vera í dýrd! Hevði tænasta fordømingarinnar dýrd, so er mangan meir tænasta rættvísinnar rík í dýrd. Ja, sjálvt tað, sum dýrd hevði, er her uttan dýrd, borið saman við hesa mangan størri dýrd. Tí var tað, sum burtur svann, í dýrd mangan meir skal tað, sum varir við, vera í dýrd. Við tað at vit nú hava slíka vón, ganga vit fram við miklum dirvi og gera ikki sum Móses, ið hevði fyri andlitinum, fyri at Ísraelsmenn skuldu ikki síggja enda tess, sum svann burtur. Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt í Kristusi. Ja, enn í dag liggur aftur yvir hjarta teirra, táið Móses verður lisin upp. Men táið tey venda við til Harran, verður tað, sum aftur yvir liggur, tikið burt. Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi. Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin. KAPITUL Evangeliið verður vrakað av teimum, ið blindað eru av gudinum í hesum heimi, Troyst Paulusar í trongdunum, sum tænasta hansara ber við sær, Táið vit tí nú hava hesa tænastu, eftir teirri miskunn, ið vit hava fingið, so missa vit ikki mótið. Nei, vit hava sagt okkum leysar frá hinum skammiligu loynigøtum og ganga ikki fram við sviki, ei heldur handfara vit orð Guds óærliga; nei, við at leggja sannleikan opnan fram tala vit til samvitsku hvørs menniskja fyri ásjón Guds og biðja tey taka ímóti okkum. Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tað teimum, ið fortapast, tað er fjalt har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum. Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesusar skuld. Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram. Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum. Vit eru trongdir á allan hátt, men ikki kúgaðir, í iva, men ikki vónleysir, atsøktir, men ikki vinaleysir, slignir niður, men ikki gjørdir til einkis. Altíð bera vit deyða Jesusar við okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara. Ja, longu meðan vit liva, verða vit samt og javnt givnir upp til deyða fyri Jesusar skuld, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í deyðiliga holdi okkara. Soleiðis er nú deyðin virkandi í okkum, men lívið í tykkum. Men við tað at vit hava sama Anda trúarinnar sum skrivað er: ?Eg trúði, tí talaði eg? so trúgva eisini vit; tí tala vit eisini. Tí vit vita, at Hann, sum reisti upp Harran Jesus, skal eisini reisa okkum upp við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum. Alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin kann breiðast út til tess fleiri og virka, at ríkliga verður takkað Gudi til dýrd. Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi. Tí trongd okkara sum er stokkut og løtt virkar okkum í størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd, við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt. KAPITUL Paulus hevur í vónini troyst móti deyðanum, Kærleiki Kristusar tvingar hann til í øllum verki sínum bert at hugsa um Gud og næstan, við tað at hann sum sendiboð Guds kunnger sátt í Kristusi, Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum. Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara, so satt vit tá sum íklædd ikki skulu finnast nakin. Ja, vit, sum í hesum tjaldi eru, suffa og eru tyngd; tí vit vilja ikki verða úrlatin, men yvirklædd, fyri at hitt deyðiliga kann verða uppslúkt av lívinum. Tann, ið hevur gjørt okkum før júst fyri hesum, er Gud, Hann, sum eisini gav okkum Andan til pant. Tí eru vit altíð hugreyst og vita, at so leingi sum vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum. Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan. Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum. Tí seta vit eisini æru okkara í at vera, sum Honum líkar, annaðhvørt vit nú eru heima ella burtur. Vit skulu jú øll opinberast fyri dómstóli Kristusar, fyri at ein og hvør kann fáa aftur tað, sum gjørt er við likaminum eftir tí, sum hann hevur gjørt veri tað gott ella ilt. Við tað at vit nú vita, hvat tað er at óttast Harran, royna vit at vinna menniskju; men fyri Gudi eru vit opinberir, og eg vóni, at vit eisini eru opinberir fyri samvitskum tykkara. Vit fara nú ikki aftur at geva okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum høvi at rósa tykkum av okkum, so tit kunnu hava okkurt at svara teimum, ið rósa sær av tí, sum teir eru útvortis, ikki í hjartanum. Tí vóru vit ?frá okkum sjálvum?, so var tað fyri Guds skuld, og hava vit skil okkara, so er tað fyri tykkara skuld. Tí kærleiki Kristusar tvingar okkum; vit hava jú dømt so: Ein er deyður fyri øll so eru tey øll deyð; og Hann doyði fyri øll, fyri at tey, sum liva, skulu ikki longur liva fyri seg sjálv, men fyri Hann, sum deyður og upprisin er fyri tey. Hereftir kenna vit tí ongan eftir holdinum; um vit so hava kent Kristus eftir holdinum, kenna vit Hann nú ikki longur so. Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið tað er vorðið nýtt. Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar. Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar. Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud! Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds. KAPITUL Paulus varðar seg í tænastu síni fyri at vera til ástoyt og vísir seg í øllum sum sannan tænara Harrans, Áminning um ikki at hava felagsskap við hini vantrúgvandi, Sum teir, ið arbeiða saman við tykkum, áminna vit tykkum tó eisini, at tað má ikki vera til einkis, tit hava tikið ímóti náði Guds. Hann sigur jú: ?Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar.? Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin! Vit eru á ongan hátt til ástoyt fyri at tænastan skal ikki verða lastað. Nei, í øllum prógva vit okkum sum tænarar Guds: Við miklum toli í trongdum, í neyð, í angist, undir sløgum, í fangahúsum, í uppreistrum, í møði, í náttarvøku, í føstu, við reinleika, við kunnskapi, við langmóði, við mildleika, við Heilaga Andanum, við kærleika, sum ikki er bert eiti, við sannleiksorði, við kraft Guds, við rættvísivápnum, bæði til álop og verju, í æru og vanæru, í ringum orði og góðum orði, sum villleiðarar og tó sannorðaðir, sum ókendir og tó vælkendir, sum teir, ið doyggja, og vit liva tó enn, sum teir, ið verða tyktaðir, men tó ikki dripnir, sum sorgarfullir, men altíð glaðir, sum fátækir, ið tó gera mong rík, sum teir, ið einki hava og tó eiga alt. Frítt tala vit við tykkum, Korintmenn, hjarta okkara er rúmkað. Tit hava ikki trongt rúm hjá okkum, men í hjarta tykkara er trongt. Gevið okkum tá líka fyri líka eg tali sum til børn míni rúmkið eisini tit hjørtu tykkara! Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! Vit eru jú tempul hins livandi Guds sum Gud hevur sagt: ?Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.? ?Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum sigur Harrin og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum?; ?og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur sigur Harrin hin Alvaldi.? Kap. Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein á holdi og á anda og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta! KAPITUL Paulus er glaður um hini góðu tíðindi úr Korint, Hann talar um álit sítt á samkomuni, Gevið okkum rúm! Ongum hava vit gjørt órætt, ongan oytt, ongan svikið. Eg sigi ikki hetta fyri at døma tykkum; eg havi jú áður sagt, at tit eru í hjørtum okkara at doyggja við okkum og liva við okkum. Eg tali við miklum dirvi til tykkara, eg rósi mær stórliga av tykkum, eg eri fullur av troyst, eg havi gleði í yvirflóð í allari trongd okkara. Heldur ikki táið vit komu til Makedonia, hevði hold okkara nakran frið; vit vórðu trongdir á allan hátt; rundan um okkum var stríð, innan í okkum ótti. Men Gud, sum troystar tey, ið niðurboygd eru, troystaði okkum við komu Titusar og ikki bert við komu hansara, men eisini við troystini, ið hann var troystaður við um tykkum; tí hann segði okkum, hvussu tykkum longdist, hvussu tit grótu, hvussu ídnir tit vóru fyri mær og so varð eg enn glaðari. Tí um eg so voldi tykkum sorg við brævinum, angri eg tað ikki. Nei, um eg so havi angrað tað eg síggi jú, at brævið voldi tykkum sorg, um tað so bert var eina stund so gleðist eg nú, ikki um, at tit fingu sorg, men um tað, at tit fingu sorg til umvending; tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, fyri at tit í ongum skuldu líða skaða av okkum. Tí sorgin, ið er eftir sinnalagi Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyða. Hyggið, júst hetta, at tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, hvussu stóran íðinskap virkaði tað ikki hjá tykkum, ja, verju, ja, harm, ja, ótta, ja, longsil, ja, álvara, ja, straff! Í øllum vístu tit, at tit vóru reinir í hesi søk. Táið eg skrivaði til tykkara, var tað tí ikki fyri hansara skuld, sum órætt hevði gjørt, ei heldur fyri hansara skuld, sum órætt hevði liðið, men fyri at íðinskapur tykkara fyri okkum skuldi verða opinberur hjá tykkum fyri ásjón Guds. Tí eru vit troystaðir. Og aftrat troyst okkara kom hin mangan størri gleði um, at Titus var so glaður; tí andi hansara var lívgaður av tykkum øllum. Havi eg fyri honum róst mær av tykkum í onkrum, so eri eg ikki vorðin til skammar; nei, eins og vit í øllum hava talað sannleika við tykkum, so hevur eisini rós okkara fyri Titusi roynst satt. Og kærleiki hansara til tykkara er enn heitari, táið hann minnist, hvussu lýdnir tit allir vóru, hvussu tit tóku ímóti honum við ótta og bivan. Tað gleðir meg, at eg í øllum kann líta á tykkum. KAPITUL Samanskot til hini fátæku kristnu í Judea. Vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guds, sum givin er í samkomunum í Makedonia, at hóast tey vóru hart roynd í trongd, hevur tó yvirstreymandi gleði teirra verið so í yvirflóð mitt í djúpa fátækdómi teirra, at tey góvu, ríkliga og gávumilt. Tí eftir førimuni góvu tey tað vitni eg ja, út um førimun, av egnum eintingum. Tey bønaðu okkum um at sleppa at vera við í hjálpini til hini heiløgu. Og tey góvu, ikki bert so sum vit høvdu vónað; nei, tey góvu seg sjálv við fyrst Harranum og síðani okkum, við vilja Guds, so at vit bóðu Titus um, at sum hann frammanundan hevði byrjað, hann soleiðis skuldi fullføra hjá tykkum eisini hetta kærleiksverk. Ja, eins og tit eru ríkir í øllum, í trúgv, í talu, í kunnskapi, í øllum íðinskapi, í kærleika tykkara til okkara verið soleiðis nú eisini ríkir í hesum kærleiksverki! Eg sigi hetta ikki sum boð, men fyri við íðinskapi annara eisini at royna, hvussu sannur kærleiki tykkara roynist. Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík. Eg sigi hugsan mína í hesum. Hetta er tykkum til gagn, sum longu í fjør vóru hinir fyrstu at fara undir verkið og ikki bert tað, men eisini at seta tykkum tað fyri. Fullførið nú eisini verkið, fyri at, eins og tit vóru til reiðar at seta tykkum tað fyri, tit soleiðis eisini kunnu fullføra tað, eftir førimuni tykkara! Tí viljin er væl fagnaður, har sum hann er eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur. Hetta sigi eg, ikki fyri at onnur skulu hava lætta, og tit líða neyð, men fyri at javnaður skal vera: Hesa ferð kemur yvirflóð tykkara trongd teirra til hjálpar, fyri at eisini yvirflóð teirra kann koma trongd tykkara til hjálpar, og soleiðis javnaður kann vera sum skrivað er: ?Tann, ið savnaði nógv, fekk einki til avlops, og tann, ið savnaði lítið, hevði ikki ov lítið.? Gudi veri tøkk, sum eisini hevur givið Titusi í hjarta sama íðinskapin fyri tykkum! Tí hann tók væl við, táið eg mældi honum til, ja, íðinskapur hansara er so stórur, at hann av egnum eintingum fer avstað til tykkara. Saman við honum senda vit hin bróðurin, sum í øllum samkomunum verður róstur fyri íðinskap sín í evangeliinum og ikki bert tað, men hann er eisini av samkomunum valdur at fara saman við okkum við hesi kærleiksgávu, sum kemur í lag við tænastu okkara Harranum til dýrd og til vitnisburð um viliga sinni okkara. Við tí forða vit fyri, at nakar skal fáa lastað okkum fyri nakað viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum kemur í lag við tænastu okkara. Tí vit leggja okkum eftir tí, sum gott er, ikki bert í eygum Harrans, men eisini í eygum manna. Saman við teimum senda vit bróður okkara, sum vit so ofta og í mongum hava sæð ídnan, og sum nú er enn ídnari, av tí at hann hevur so nógv álit á tykkum. Annaðhvørt tað nú er Titus, so er hann felagi mín og arbeiðir saman við mær fyri tykkum ella tað eru aðrir av brøðrum okkara, so eru teir sendimenn samkomanna og æra Kristusar. Latið teir tá, fyri eygum samkomanna, fáa prógvið fyri kærleika tykkara og tí, sum vit hava róst tykkum fyri! KAPITUL Framhald. Um hjálpina til hini heiløgu er mær nú óneyðugt at skriva til tykkara; eg veit jú, hvussu viligir tit eru, og eg rósi mær av tí hjá Makedoningum tykkum viðvíkjandi og sigi, at Akaia hevur verið til reiðar líka síðani í fjør; og íðinskapur tykkara hevur eggjað mong onnur. Men eg sendi brøðurnar, fyri at tað, sum vit hava róst okkum av tykkum viðvíkjandi, ikki í hesum skal roynast fáfongt, og fyri at tit sum eg havi sagt skulu vera til reiðar. Annars, táið Makedoningar koma við mær og síggja, at tit eru ikki lidnir, verða vit fyri ikki at siga tit sjálvir til skammar við hesum áliti. Tí helt eg vera neyðugt at mæla brøðrunum til at fara undan til tykkara og frammanundan fáa hina áður lovaðu gávu tykkara í lag, so hon kann vera til reiðar sum signing og ikki sum pírin gáva. Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli tí Gud elskar glaðan gevara! Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk sum skrivað er: ?Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku; rættvísi hansara verður í allar ævir.? Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til, so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk. Tí hjálpin, sum kemur í lag við hesi tænastu, bøtir ikki bert um tað, ið fattast hinum heiløgu; nei, hon ber eisini ávøkst í yvirflóð við tí, at mong takka Gudi. Tí við tí roynda hjartalagi, henda hjálp vísir, koma tey at prísa Gudi fyri lýdni tykkara í játtanini av evangelii Kristusar og fyri, at tit av so góðum hjarta vísa teimum og øllum felagsskap - við tað at tey eisini biðja fyri tykkum, og teimum leingist eftir tykkum fyri teirrar Guds náði skuld, sum so ovurhonds rík er yvir tykkum. Gudi veri tøkk fyri ósigiligu gávu Hansara! KAPITUL Paulus er til reiðar, um neyðugt gerst, at vera strangur við hini ólýdnu í Korint, og hann er vísur í, at hann skal ikki verða til skammar við hesi hóttan síni. Eg, Paulus sjálvur, áminni tykkum við spakføri og mildleika Kristusar eg, sum eri eyðmjúkur millum tykkara, táið eg standi andlit til andlit við tykkum, men eri djarvur móti tykkum, táið eg eri frástaddur eg biði um, at eg, táið eg komi til tykkara, skal sleppa frá at vera djarvur við tí myndugleika, sum eg ætli at stíga mótaður upp við móti nøkrum, ið halda okkum liva eftir holdinum. Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum; vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi til at bróta niður hervirki táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi, og eru til reiðar at revsa alt ólýdni, táið lýdni tykkara er vorðið fullkomið. Tit hyggja bert á hitt útvortis? Heldur onkur seg vera vísan í, at hann hoyrir Kristusi til, so dømi hann aftur frá sær sjálvum, at eins og hann hoyrir Kristusi til, hoyra eisini vit Honum til! Og um so var, at eg vildi róst mær nakað meir av valdi okkara, sum Harrin hevur givið okkum til at byggja tykkum upp og ikki til at bróta niður, so hevði eg tó ikki verðið til skammar. Men eg vil ikki, at tað skal síggja út, sum eg vil ræða tykkum við brøvum mínum. Sagt verður jú: ?Brøvini eru myndug og strong, men táið hann kemur sjálvur, er hann veikur, og talu hansara leggur eingin í!? Tann, ið so tosar, rokni hann við tí, at eins og vit eru í orðum við brøvunum táið vit eru frástaddir, so verða vit eisini í verki, táið vit verða hjástaddir! Tí vit vága okkum ikki at rokna okkum millum ella líkna okkum saman við summar ið geva sær sjálvum viðmæli; men táið teir meta seg við seg sjálvar og líkna seg saman við seg sjálvar, fattast teimum vit. Nei, vit vilja ikki rósa okkum út um øll mark, men innan fyri mál tess markaskjals, ið Gud hevur lutað okkum: At náa fram líka til tykkara. Vit toyggja okkum ikki út um mál okkara sum vit vóru ikki náddir til tykkara! Vit eru jú komnir líka til tykkara við evangelii Kristusar, so at vit rósa okkum ikki út um øll mark av arbeiði annara; men vit hava ta vón, at sum trúgv tykkara veksur, skulu vit í yvirflóð fáa framgongd hjá tykkum innan fyri markið, ið okkum er sett, so vit fáa kunngjørt evangeliið í londunum hinumegin tykkum og ikki innanfyri mark annara rósa okkum av tí, sum longu er virkað. Men tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum! Tí ikki tann stendur royndina, sum gevur sær sjálvum viðmæli nei, tann, sum Harrin gevur viðmæli. KAPITUL Paulus verjir seg móti lygilærarunum, sum samkoman í Korint hevði latið upp fyri. Høvdu tit viljað tolt mær eitt sindur av dárskapi! Jú, tit skulu tola meg! Tí eg krevji tykkum heilt, sum Gud krevur; eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram reina moyggj. Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi. Kemur onkur og prædikar annan Jesus sum vit ikki prædikaðu ella fáa tit annan anda sum tit ikki fingu ella annað evangelium sum tit ikki tóku við so umbera tit tað sera væl. Eg haldi meg nú í ongum standa aftari enn hesar ógvuliga stóru ?ápostlar?. Um eg so eri ólærdur í talu, eri eg tað tó ikki í kunnskapi; tvørtur ímóti, á allan hátt og í øllum hava vit víst tykkum hann. Ella gjørdi eg synd, táið eg setti meg sjálvan lágt, fyri at tit kundu koma at sita høgt táið eg fyri einki kunngjørdi tykkum evangelium Guds! Eg tók frá øðrum samkomum og hevði løn frá teimum fyri at tæna tykkum, og táið eg kom í trongd, meðan eg var hjá tykkum, fall eg kortini ongum til byrði; tí brøðurnir, sum komu úr Makedonia, hjálptu mær í tí, sum mær fattaðist, og í øllum havi eg hildið og skal eg halda meg frá at vera tykkum til byrði. So satt sum sannleiki Kristusar er í mær, skal hetta rós ikki verða frá mær tikið á Akaialeiðum! Hví? Tí eg elski tykkum ikki? Tað veit Gud! Og tað, sum eg geri, skal eg gera hereftir við, fyri at teir, ið liggja eftir at fáa høvi at rósa sær av, at teir eru okkum líkir, skulu ikki kunna tað. Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar. Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljóssins; tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra. Aftur sigi eg: Eingin má halda meg vera dára; men um so er takið meðni ímóti mær sum dára, fyri at eisini eg kann rósa mær eitt sindur! Tað, sum eg tali nú at eg við slíkum áliti rósi mær tali eg ikki eftir sinni Harrans, men sum í dárskapi. Við tað at so mangir rósa sær eftir holdinum, fari eg at rósa mær við. Tit hava jú so gott tol við dárarnar, tit, sum so klókir eru! Tit taka tað jú við toli, um onkur ger tykkum til trælir, um onkur etur tykkum upp, um onkur fangar tykkum, um onkur ger seg stóran yvir tykkum, um onkur slær tykkum í andlitið! Við skomm sigi eg tað, at slíkt hava vit ?verið ov veikir? til. Men tað, sum onkur ger seg stóran av eg tali í dárskapi geri eg meg stóran av við! Eru teir Hebrearar? Eg við! Eru teir Ísraelsmenn? Eg við! Eru teir avkom Ábrahams? Eg við! Eru teir tænarar Kristusar? Eg tali í vitloysi: Eg eri tað meir! Eg havi arbeitt meir, eg havi fingið fleiri sløg, verið oftari í fangahúsi, mangan í deyðavanda. Av Jødunum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt. Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; tríggjar ferðir havi eg verið fyri skipbroti, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum. Nógv havi eg ferðast; eg havi verið í vanda av áum, í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda í oyðimørk, í vanda á sjógvi, í vanda millum falskar brøður, í strevi og møði, mangan í náttarvøku, í hungri og tosta, mangan í føstu, kaldur og nakin. Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum. Hvør er veikur, uttan at eisini eg verði veikur! Hvørjum verður volt ástoyt, uttan at tað brennur í mær! Skal eg rósa mær, so skal eg rósa mær av veikleika mínum. Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum signaður er í allar ævir, veit, at eg lúgvi ikki! Í Damaskus helt landshøvdingi Aretas kongs vakt um stað Damaskusmanna fyri at taka meg; og gjøgnum glugga á múrinum varð eg sígdur niður í kurv og slapp undan hondum hansara. KAPITUL Paulus kundi róst sær av høgum opinberingum, men vil bert rósa sær av veikleika sínum, Teir í Korint áttu at havt vart hann móti fíggindum hansara; tí hann hevur á allan hátt víst seg sum sannan ápostul Kristusar, Eg má rósa mær, tóat tað er ikki til bata; men nú komi eg til sjónir og opinberingar frá Harranum. Eg veit mann í Kristusi um hann var í likaminum, veit eg ikki, ella uttan fyri likamið, veit eg ikki Gud veit tað sum fyri fjúrtan árum síðani varð ryktur burtur, líka inn í triðja Himmal. Og eg veit, at hesin maður um hann var í likaminum ella uttan fyri likamið, veit eg ikki Gud veit tað at hann varð ryktur burtur, inn í Paradís, og hoyrdi ósigilig orð, sum ikki er menniskja loyvt at tala. Av slíkum rósi eg mær; men av mær sjálvum rósi eg mær ikki uttan av veikleika mínum. Víst verði eg ikki dári, um so eg rósi mær; tí tað verður satt, eg sigi. Men eg lati vera, fyri at eingin skal hugsa hægri um meg enn tað, sum hann sær meg vera ella hoyrir av mær. Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran. At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir. Men Hann segði við meg: ?Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.? Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær. Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur. Eg eri vorðin dári tit hava noytt meg til tað. Eg átti jú at fingið rós frá tykkum; tí eg stóð í ongum aftari enn hesir ógvuliga stóru ?ápostlar? um eg so einki eri. Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum. Í hvørjum vórðu tit settir lægri enn hinar samkomurnar, uttan í tí at eg fall tykkum ikki til byrði! Fyrigevið mær henda órætt! Hyggið, nú standi eg til reiðar at koma til tykkara triðju ferð, og eg skal ikki falla tykkum til byrði; tí eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar tað eru jú ikki børnini, ið skulu savna til foreldrini, men foreldrini, ið skulu savna til børnini. Men eg skal við gleði ofra, ja, verða ofraður, fyri sálir tykkara, um eg so verði minni elskaður av tykkum, tess meiri eg elski tykkum. Men lat so vera, at eg fall tykkum ikki til byrði sjálvur, men at eg var snildur og fangaði tykkum við svikum! Havi eg tá gjørt mær vinning av tykkum við nøkrum av teimum, ið eg havi sent til tykkara! Eg bað Titus fara og sendi hin bróðurin við hevur Titus gjørt sær nakran vinning av tykkum! Gingu vit ikki í sama anda, í somu fótasporum? Tit hava nú leingi hildið, at tað er fyri tykkum, vit verja okkum! Nei, fyri ásjón Guds tala vit, í Kristusi men tað er alt tykkum til uppbygging, elskaðu míni! Tí eg ræðist fyri, at eg, táið eg komi, kanska skal ikki finna tykkum so, sum eg vildi ynskt, og at eg skal verða funnin av tykkum so, sum tit ikki vildu ynskt at har skal vera klandur, øvund, vreiði, stríð, baktal, slatur, erpinskapur, óskil at Gud mín, táið eg nú aftur komi, skal eyðmýkja meg við tykkum, og at eg skal koma at syrgja um mong av teimum, ið áður hava syndað og hava ikki vent við frá óreinskuni, siðloysinum og skammloysinum, ið tey hava drivið. KAPITUL Paulus hóttir við at revsa tey í samkomuni, sum syndað hava og ikki vent við, Áminning, heilsanir og signing, Hetta er nú triðja ferðin, eg komi til tykkara; við tí, sum tveir ella tríggir vitna, skal hvør søk standa føst. Eg havi sagt tað frammanundan, og eg sigi tað frammanundan eins og táið eg aðru ferð var hjá tykkum, so eisini, nú eg ikki eri hjá tykkum við tey, sum áður hava syndað, og við øll hini, at táið eg nú komi aftur, spari eg ikki! Tit vilja jú hava prógv fyri, at Kristus talar í mær, Hann, sum ikki er veikur hjá tykkum, men sterkur millum tykkara. Tí um so Hann varð krossfestur í veikleika, livir Hann tó í kraft Guds; eisini vit eru veikir í Honum, men skulu liva við Honum í kraft Guds hjá tykkum. Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina! Men eg vóni, at tit skulu fáa at kenna, at vit eru ikki teir, sum ikki standa royndina. Men vit biðja til Gud, at tit skulu einki ilt gera ikki fyri at síggjast skal, at vit standa royndina, men fyri at tit skulu gera hitt góða; síðani mugu vit gjarna vera sum teir, ið ikki standa royndina. Tí vit eru einki mentir móti sannleikanum, men bert fyri sannleikan. Vit gleðast, táið vit eru veikir, og tit sterkir; tað biðja vit eisini um, at tit skulu verða fullkomnir. Tí skrivi eg hetta, meðan eg ikki eri hjá tykkum, fyri at eg ikki, táið eg eri hjá tykkum, skal vera noyddur at ganga hart fram, eftir tí valdi, sum Harrin hevur givið mær, at byggja upp og ikki at bróta niður. Og síðani, brøður gleðist, verðið fullkomnir, latið tykkum áminna, semjist, haldið frið og so skal Gud kærleikans og friðarins vera við tykkum! Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! Øll hini heiløgu lata heilsa tykkum. Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum! Seinna Krønikubók KAPITUL Sálomo ofrar. Bøn hansara í Gibeon, Hervald, ríkidømi og handil hansara, Sálomo, sonur Dávid, grundfesti seg í kongadømi sínum, og HARRIN Gud hansara var við honum og gjørdi hann ovurhonds stóran. Sálomo læt boð fara um alt Ísrael, til høvuðsmenninar yvir og til dómararnar og allar høvdingarnar í øllum Ísrael, ættarhøvdingarnar. So fóru teir Sálomo og øll samkoman við honum til offurheyggin í Gibeon; tí har stóð samkomutjald Guds, tað, ið tænari HARRANS Móses hevði latið gera í oyðimørkini. Ørk Guds hevði Dávid flutt úr Kirjat-Jearim, hagar sum Dávid hevði gjørt henni stað til; tí hann hevði reist henni tjald í Jerúsalem. Koparaltarið, ið Bezalel, sonur Uri, son Hur, hevði gjørt, stóð har framman fyri tabernakul HARRANS, og Sálomo og øll samkoman leitaðu hagar. Har á koparaltarinum, ið hoyrdi til samkomutjaldið bar Sálomo fram offur fyri ásjón HARRANS; brennioffur ofraði hann á tí. Somu nátt opinberaði Gud Seg fyri Sálomo og segði við hann: ?Sig, hvat tú vilt, at Eg skal geva tær!? Sálomo svaraði Gudi: ?Tú hevur víst Dávidi, faðir mínum, stóra náði og gjørt meg til kong eftir hann. Lat tí nú, HARRI Gud, tað, ið Tú lovaði Dávidi, faðir mínum, roynast satt! Tí Tú hevur gjørt meg til kong yvir fólki, ið er líka nógv í tali sum dustið á jørðini. Gev mær tí vísdóm og kunnskap, so eg dugi at bera meg beint at við hetta fólk! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!? Tá segði Gud við Sálomo: ?Aftur fyri at tað var hetta, ið búði tær í hjarta, og tú ikki baðst um ríkidømi, skattir, heiður ella lív fígginda tína, ei heldur um langt lív nei, baðst um vísdóm og kunnskap, so tú kanst døma fólk Mítt, sum Eg havi gjørt teg til kong yvir so er vísdómur og kunnskapur givin tær; og Eg skal eisini geva tær ríkidømi, skattir og heiður, meiri, enn nakar kongur undan tær hevur havt, og meiri, enn nakar eftir teg skal hava.? Síðani fór Sálomo frá offurheygnum í Gibeon, frá samkomutjaldinum, aftur til Jerúsalem. Og hann stýrdi Ísrael. Sálomo fekk sær nógvar hervagnar og hestmenn; hann hevði hervagnar og hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerúsalem hjá sær. Kongurin gjørdi í Jerúsalem silvur og gull líka vanligt sum grót, og sedrisvið líka vanligan sum morberjatrøini í láglendinum. Hestarnir, ið Sálomo fekk sær, komu úr Egyptalandi; keypmenn, ið kongurin sendi avstað, komu við einum flokki fyri ásett virði; hvør vagnur, ið teir fóru eftir og fluttu inn úr Egyptalandi, kostaði seklar av silvuri, og hvør hestur Og á sama hátt fóru teir eisini hagar eftir vagnum og hestum fyri allar hetitakongarnar og kongarnar í Áram. KAPITUL Sálomo er vinmaður Hurams. Fyrireikar tempulbyggingina. Sálomo setti sær nú fyri at byggja navni HARRANS hús og sær sjálvum kongshøll. Hann tók út mans til at bera og til steinhøggarar í fjøllunum og setti umsjónarmenn yvir teir. So sendi hann boð til Huram kong í Týrus og læt siga: ?Ger nú tað sama fyri meg, sum tú gjørdi fyri Dávid, faðir mín, táið tú sendi honum sedrisvið, so hann fekk bygt sær hús at búgva í! Nú ætli eg at byggja navni HARRANS Guds míns hús og halga Honum tað, so vit fáa brent angandi roykilsi fyri ásjón Hansara, lagt fram sýnisbreyðini, sum altíð skulu liggja, og ofrað brennioffur morgun og kvøld og sabbatarnar, sólkomudagarnar og á høgtíðum HARRANS Guds okkara soleiðis sum tað allar ævir skal vera í Ísrael. Húsið, ið eg ætli at byggja, skal vera stórt; tí Gud okkara er størri enn allir gudar. Men hvør man vera mentur at byggja Honum hús! Himlarnir, ja, Himlar Himlanna, taka Hann ikki hvør eri tá eg, at eg skuldi bygt Honum hús, um tað ikki eina var til at brenna roykilsi fyri ásjón Hansara! Send mær tí nú mann, ið dugir væl at virka úr gulli, silvuri, kopari og jarni og úr purpurreyðum, skarlaksreyðum og bláum tógvi, og sum kann at gera útskorið arbeiði, so hann kann arbeiða saman við mínum egnu meistarum her í Juda og Jerúsalem, teimum, ið Dávid, faðir mín, tók til hetta! Send mær eisini sedrisvið, syprisvið og sandelvið av Libanon eg veit jú, at tænarar tínir duga at fella trø á Libanon! Tænarar mínir skulu so arbeiða saman við tínum. Men eg má hava ógvuliga nógvan við; tí húsið, ið eg ætli at byggja, skal vera stórt og undurfult. Teir, ið høgga viðin tænarar tínar, ið fella trøini skal eg lata fáa kor av tresktari hveiti, kor av byggi, bat av víni, og bat av olju.? Huram kongur í Týrus svaraði í brævi, sum hann sendi Sálomo: ?HARRIN elskar fólk Sítt; tí setti Hann teg til kong yvir teimum!? Og Huram legði aftrat: ?Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, Hann, sum hevur gjørt himmal og jørð, at Hann hevur givið Dávidi kongi vísan son, sum hevur slíkan vísdóm og slíkt vit, at hann kann byggja HARRANUM hús og sær sjálvum kongshøll! Eg sendi tær nú kønan og skilagóðan mann, Huram-Abi; hann er sonur kvinnu úr Dan, men faðir hansara er ein maður úr Týrus; hann dugir væl at virka úr gulli, silvuri, kopari, jarni, steini og viði og úr purpurreyðum og bláum tógvi, hvítari bummull og skarlaksreyðum tógvi, og hann kann at gera alskyns útskorið arbeiði og upphugsa alskyns listarsmíð, ið honum verður álagt; hann skal arbeiða saman við meistarum tínum og meistarum harra míns Dávids, faðirs tíns. Harri mín skal tí senda tænarum sínum hveitina, byggið, oljuna og vínið, ið hann talaði um; so skulu vit á Libanon høgga so nógv av trøum, sum tú skalt nýta, og senda tær tey í flakum sjóvegin til Joppe; síðani kemur tú sjálvur eftir teimum og fært tey til Jerúsalem.? Sálomo læt nú telja allar útlendingarnar, sum búðu í Ísraelslandi Dávid, faðir hansara, hevði longu áður latið teir telja og teir funnust at vera Av teimum gjørdi hann til berarar, til steinhøggarar í fjøllunum og til umsjónarmenn, til at halda fólkinum til arbeiðis. KAPITUL Templið verður bygt, Kerúbarnir og alt hitt, ið til templið hoyrdi, Nú fór Sálomo undir at byggja hús HARRANS í Jerúsalem, á Moriafjalli, har sum Hann hevði opinberað Seg fyri Dávidi, faðir hansara, á staðnum, sum Dávid hevði gjørt til, á treskiplássi Ornans Jebusits. Tann annan í øðrum mánaði, fjórða árið ið hann sat við stýrið, byrjaði hann at byggja. Táið Sálomo nú skuldi byggja hús Guds, legði hann grundvøllin soleiðis: Longdin var alin eftir gomlum máli, og breiddin alin. Forsalurin framman fyri templið var alin langur svarandi til breidd hússins og alin høgur; og hann klæddi hann innan við reinum gulli. Hina størru høllina bróstaði hann við syprisviði; harumframt klæddi hann hana við fínum gulli og prýddi hana við pálmum og kransum. Hann prýddi høllina við dýrum steinum. Gullið var parvajimgull. Alt húsið, bæði bjálkar, gáttir, bróst og hurðar, klæddi hann við gulli og læt skera út kerúbar á bróstunum. Framvegis gjørdi hann hitt alraheilagasta; tað var alin langt svarandi til breidd hússins og alin breitt; og hann klæddi tað við fínum gulli talentir gingu til. Naglarnir sum vóru av gulli vigaðu seklar; eisini loftsalirnar klæddi hann við gulli. Í hinum alraheilagasta gjørdi hann tveir kerúbar útskorið arbeiði og klæddi teir við gulli. Veingir kerúbanna vóru alin; annar vongurin á øðrum kerúbinum var alin og nam við bróst hússins, og hin vongurin var alin og nam við vongin á hinum kerúbinum; og annar vongurin á hinum kerúbinum var alin og nam við bróst hússins, og hin vongurin var alin og rakk at vonginum á hinum fyrra kerúbinum. Soleiðis vóru veingirnir á hesum kerúbunum heilt útbreiddir alin; teir stóðu upprættir og vendu andlitini inneftir. Forhangið gjørdi hann av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og hvítari bummull, og gjørdi kerúbar á tað. Framman fyri húsið gjørdi hann tvær súlur, alin høgar, og súluhøvdið ovast á hvørji teirra var alin. So gjørdi hann kransar og setti teir á súluhøvdini, og hann gjørdi granatepli og setti tey á kransarnar. Hesar súlur reisti hann framman fyri halgidómin, aðra til høgru og aðra til vinstru; hana til høgru kallaði hann Jakin, og hana til vinstru Boaz. KAPITUL Framhald. Framvegis gjørdi hann koparaltar, alin langt, alin breitt og alin høgt. So gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var alin frá trom til trom og heilt runt; alin var tað djúpt, og eitt alin langt band rakk rundan um tað. Niðri undir tromini vóru tarvar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, á hvørji alin; tvey røð av tarvum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havið. Havið stóð á tarvum; tríggir vendu norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir, og tríggir eystureftir; havið hvíldi á teimum, og allir vendu afturpartin inneftir. Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók bat. Síðani gjørdi hann íløt og setti høgrumegin og vinstrumegin, til at vaska í; í teimum skolaðu teir tað, sum til brenniofrið hoyrdi; men havið høvdu prestarnir at vaska sær í. Framvegis gjørdi hann ljósastakar av gulli, soleiðis sum teir áttu at vera, og setti teir í hitt heilaga, høgrumegin og vinstrumegin. Hann gjørdi borð og setti tey í hitt heilaga, høgrumegin og vinstrumegin; somuleiðis gjørdi hann offurskálir av gulli. Síðani gjørdi hann prestaforgarðin og hin stóra forgarðin og dyr á forgarðin; hurðarnar klæddi hann við kopari. Havið setti hann høgrumegin, í landsynning. Framvegis gjørdi Huram øskubytturnar, eldspakarnar og skálirnar at sletta blóð við. Nú var Huram liðugur við arbeiðið, ið hann gjørdi fyri Sálomo kong til hús Guds; tað var: Tvær súlur og tvær kúlur á súluhøvdini oman á súlunum, tey bæði ruddu netini, ið fjala skuldu kúlurnar báðar á súluhøvdunum oman á súlunum, og tey granateplini á bæði netini tvey røð av granateplum á hvørt netið, ið fjala skuldu kúlurnar báðar á súluhøvdunum oman á súlunum. Hann gjørdi stabbarnar og tey íløtini á støbbunum, somuleiðis havið og teir tarvarnar undir tí; øskubytturnar, eldspakarnar, gaflarnar og alt tað, ið til hoyrdi, gjørdi Huram-Abi fyri Sálomo kong til hús HARRANS; alt var av blonkum kopari. Á Jordanslætta læt kongurin tað stoypa, í leirjørðini millum Sukkot og Zeredata. Sálomo læt gera ovurhonds mongd av øllum hesum hvat koparið vigaði, varð ikki kannað eftir. Sálomo gjørdi eisini alt tað, sum vera skuldi í húsi Guds: Gullaltarið, borðini, ið sýnisbreyðini skuldu liggja á, ljósastakarnar við lampunum, ið tendrast skuldu framman fyri innhúsið, soleiðis sum fyriskrivað var av reinum gulli, og blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli og tað av besta gulli- knívarnar, skálirnar at sletta blóð við, roykilsisskálirnar og eldpannurnar alt av reinum gulli. Og viðvíkjandi durum tempulsins, vóru bæði hinar innaru hurðarnar tær inn í hitt alraheilagasta og hurðarnar inn í hitt heilaga av gulli. KAPITUL Halgigáva Dávids, Ørkin flutt inn í templið, Táið nú alt arbeiðið var liðugt, sum Sálomo læt gera til hús HARRANS, læt hann bera inn hagar tað, ið Dávid, faðir hansara, hevði halgað HARRANUM; bæði silvurið, gullið og øll íløtini legði hann inn í skattkømur húss Guds. So sendi Sálomo boð til hinar elstu í Ísrael og allar ættarhøvdingarnar, høvdini yvir fedrahúsum Ísraelsmanna, at teir skuldu koma saman í Jerúsalem at flyta sáttmálaørk HARRANS niðan úr Dávidsbýi, tað er Zion. So savnaðust allir menn Ísraels hjá konginum á høgtíðini í sjeynda mánaði. Táið nú allir hinir elstu í Ísrael vóru komnir, lyftu Levitarnir ørkini upp. Og teir bóru ørk HARRANS niðan, og samkomutjaldið og øll hini heiløgu amboðini, sum í tjaldinum vóru; tað vóru hinir levitisku prestarnir, ið bóru tað niðan. Sálomo kongur og øll samkoma Ísraels, ið saman var komin hjá Sálomo, stóðu framman fyri ørkina; teir ofraðu slíka mongd av smáfæi og neytum, at ikki stóð til at telja og vita skil á. Prestarnir bóru sáttmálaørk HARRANS inn, hagar sum hon skuldi standa í innhúsi tempulsins, í hinum alraheilagasta inn undir veingir kerúbanna. Tí kerúbarnir breiddu veingirnar út yvir, har sum ørkin stóð, so at kerúbarnir frá í erva fjaldu bæði ørkina og stengur hennara. Stengurnar vóru so langar, at endar teirra sum stóðu út um ørkina sóust framman fyri innhúsið, men ikki longur úti. Og har hevur hon verið til henda dag. Einki var í ørkini uttan talvurnar báðar, ið Móses við Horeb hevði lagt niður í hana ta ferðina ið HARRIN gjørdi sáttmála við Ísraelsmenn, táið teir fóru út av Egyptalandi. Táið prestarnir síðani fóru út úr halgidóminum allir prestarnir, ið har vóru, høvdu halgað seg, ógjørligt var at halda seg eftir skiftunum og táið allir hinir levitisku sangararnir, bæði Asaf, Heman og Jedutun og synir og brøður teirra, stóðu, klæddir í hvítum líni, við skáltrummum, hørpum og sitarum eystan fyri altarið, og saman við teimum prestar, sum blástu í lúðrar, táið tá teir, sum blástu í lúðrar, og sangararnir, allir sum ein og í senn, byrjaðu at lova og prísa HARRANUM, og teir lótu lúðrarnar, skáltrummurnar og hini ljóðførini hoyrast og lovaðu HARRANUM, tí Hann er góður, og náði Hansara varir í allar ævir, tá fyltist húsið, hús HARRANS, av einum skýggi, so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús Guds. KAPITUL Tempulvígslan. Tá segði Sálomo: ?HARRIN hevur sagt, at Hann skal búgva í bølmyrkrinum. Nú havi eg bygt Tær hús til bústað, eitt stað, har Tú kanst búgva til ævigar tíðir.? Síðani vendi kongurin sær á og signaði alla samkomu Ísraels; øll samkoma Ísraels stóð. Hann segði: ?Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum við munni Sínum talaði við Dávid, faðir mín, og við hond Síni hevur uppfylt tað, ið Hann lovaði, táið Hann segði: ?Frá tí degi Eg leiddi fólk Mítt út av Egyptalandi, havi Eg ongan bý í nakrari av øllum ættum Ísraels útvalt, so har skuldi verða bygt hús, navni Mínum til bústað; ei heldur havi Eg útvalt nakran mann til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum. Men Eg útvaldi Jerúsalem, navni Mínum til bústað, og Eg útvaldi Dávid til at ráða yvir Ísrael, fólki Mínum.? Dávid, faðir mín, hevði í huga at byggja navni HARRANS Guds Ísraels hús; men HARRIN segði við Dávid, faðir mín: ?At tú hevur í huga at byggja navni Mínum hús, tað er beint av tær; tó skalt ikki tú byggja húsið; nei, sonur tín, sum út skal ganga úr lendum tínum, hann skal byggja navni Mínum húsið.? Nú hevur HARRIN uppfylt lyftið, ið Hann gav; eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og eri setstur í hásæti Ísraels soleiðis sum HARRIN lovaði og eg havi bygt navni HARRANS Guds Ísraels húsið; eg havi har sett ørkina, sum sáttmáli HARRANS er í, sáttmálin, ið Hann gjørdi við Ísraelsmenn.? Nú steig Sálomo fram fyri altar HARRANS, meðan øll samkoma Ísraels var hjástødd, og breiddi út hendurnar. Tí Sálomo hevði latið gera pall av kopari, fimm alin langan, fimm alin breiðan og tríggjar alin høgan, og sett hann mitt í garðin; á honum stóð hann nú. Og hann fall á knæ framman fyri alla samkomu Ísraels, breiddi út hendurnar móti himli og segði: ?HARRI Gud Ísraels! Eingin gudur er sum Tú, í Himli ella á jørð, Tú, sum heldur sáttmála Tín við tænarar Tínar og goymir teimum náði táið teir av øllum hjarta sínum liva fyri ásjón Tíni Tú, sum hevur hildið tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum; Tú lovaði tað við munni Tínum, og við hond Tíni hevur Tú uppfylt tað sum í dag gongur sjón fyri søgn. Halt tá nú, HARRI Gud Ísraels, tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, táið Tú segði: ?Aldri skal fattast maður av avkomi tínum til at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón Míni so satt sum synir tínir akta eftir leið síni og liva eftir lóg Míni, soleiðis sum tú hevur livað fyri ásjón Míni?! Lat tí nú, HARRI Gud Ísraels, orðið ganga út, sum Tú talaði við tænara Tín Dávid! Men ber tað nú til, at Gud býr hjá menniskjunum á jørðini? Himlarnir, ja, Himlar Himlanna taka Teg ikki hvussu mikið minni tá ikki hetta hús, ið eg havi bygt! Kortini skalt Tú venda Tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara HARRI Gud mín og hoyra rópið og bønina, ið tænari Tín ber fram fyri ásjón Tína, so eygu Tíni vera opin yvir hesum húsi dag og nátt, yvir staðnum, har sum Tú hevur sagt, at Tú skalt lata navn Títt búgva so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður, vendur móti hesum staði. Tú skalt hoyra tær eyðmjúku ákallanir, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, senda upp, vend móti hesum staði; Tú skalt hoyra tær, har sum Tú býrt, í Himli; Tú skalt hoyra og fyrigeva. Táið onkur syndar móti næsta sínum, og teir áleggja honum at gera eið og lata hann svørja kemur hann tá og ger eiðin fyri altari Tínum í hesum húsi, so skalt Tú hoyra tað í Himli og leggja uppí og lata tænarar Tínar fáa rætt teirra Tú skalt løna hinum seka aftur og lata gerðir hansara koma yvir hansara egna høvd og døma hin rættvísa rættvísan og lata hann fáa eftir rættvísi hansara. Táið Ísrael, fólk Títt, liggur undir fyri fíggindum sínum, aftur fyri at tey synda móti Tær, men tey so venda við, játta navn Títt og í hesum húsi biðja til Tín og bøna um náði fyri ásjón Tíni, tá skalt Tú hoyra tað í Himli, fyrigeva synd Ísraels, fólks Tíns, og leiða tey aftur í landið, sum Tú gavst teimum og fedrum teirra. Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni av tí at Tú eyðmýkir tey tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt vísa teimum hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga. Táið hungursneyð kemur í landinum, táið pestur kemur, táið kornbrenning og gulnan kemur, grashoppur og gnagarar, táið fíggindar teirra treingja tey í landinum, har sum býir teirra liggja táið onkur plága kemur, onkur sjúka um tá okkurt menniskja ella alt Ísrael, fólk Títt, ber fram bøn ella eyðmjúka ákallan, tí tey, hvørt fyri seg, kenna pláguna og sorgina, ið yvir tey er komin, og tí breiða út hendurnar móti hesum húsi, so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, fyrgeva og lata ein og hvønn fáa eftir øllum gerðum hansara, av tí at Tú kennir hjarta hansara tí eingin uttan Tú kennir hjarta menniskjanna so tey óttast Teg og ganga leiðir Tínar, allar teir dagar tey liva í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara. Eisini um ein fremmandur ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men kemur úr landi langt burtur, tí hann hevur frætt um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín kemur og biður, vendur móti hesum húsi, so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum. Táið fólk Títt fer í bardaga móti fíggindum sínum leiðina ið Tú sendir teir og teir tá biðja til Tín, vendir móti hesum býi, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum, tá skalt Tú í Himli hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata teir fáa rætt teirra. Táið tey synda móti Tær tí einki menniskja er, sum ikki syndar og Tú verður illur við tey og gevur tey í hendur fíggindans, og teir, ið hertaka tey, fara við teimum til annað land, tað veri nú langt burtur ella nær, men tey so taka sær tað at hjarta í landinum, har sum tey eru fangar, venda við og bøna Teg um náði í landinum, har sum tey eru fangar, og siga: ?Vit hava syndað, vit hava borið okkum illa at og verið ógudlig!? um tey nú venda við til Tín av øllum hjarta sínum og av allari sál síni í landinum, hagar tey eru flutt burtur og verða hildin fangað, og tey biðja, vend móti landi sínum, sum Tú gavst fedrum teirra, móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum, so skalt Tú í Himli, har sum Tú býrt, hoyra bøn og eyðmjúku ákallanir teirra, lata tey fáa rætt teirra og fyrigeva fólki Tínum tað, ið tey hava syndað móti Tær. Lat tí nú, Gud mín, eygu Tíni vera opin, lat oyru Tíni lurta eftir bønini, ið biðin verður á hesum staði! Reis Teg nú, HARRI Gud, og kom til hvíldarstað Títt, Tú og veldisørk Tín! Lat prestar Tínar, HARRI Gud, vera klæddar í frelsu, og heiløgu Tíni gleðast í tí góða! HARRI Gud! Vís ikki frá Tær ásjón hins salvaða Tíns, minst hina ríku miskunn, ið Tú hevur lovað Dávidi, tænara Tínum!? KAPITUL Eldur av himli, Lovsongur og offur við tempulvígsluna, Leyvsalahøgtíð, Harrin opinberar Seg uppaftur fyri Sálomo, Táið Sálomo hevði endað bøn sína, fall eldur niður av himli og oyddi brenniofrini og sláturofrini, og dýrd HARRANS fylti húsið. Prestarnir fingu ikki farið inn í hús HARRANS, tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS. Allir Ísraelsmenn sóu, hvussu eldurin fall niður, og hvussu dýrd HARRANS kom yvir húsið; tá kastaðu tey seg niður í tí steinsetta garðinum við andlitinum móti jørðini og tilbóðu og lovaðu HARRANUM, tí Hann er góður, tí náði Hansara varir í allar ævir. Kongurin og alt fólkið ofraðu nú sláturoffur fyri ásjón HARRANS. neyt og kríatúr av smáfæi var sláturofrið, ið Sálomo bar fram. Soleiðis vígdu kongurin og alt fólkið hús Guds. Prestarnir stóðu, har sum teir áttu at standa, og Levitarnir stóðu við ljóðførum HARRANS, sum Dávid kongur hevði latið gera at prísa HARRANUM við, tí náði Hansara varir í allar ævir. Teir bóru nú fram lovsong Dávids, og prestarnir stóðu beint yvir av teimum og blástu í lúðrar, og alt Ísrael stóð. Mittasta part forgarðsins, ið framman fyri hús HARRANS var, halgaði Sálomo; tí har ofraði hann brenniofrini og tey feitu stykki takkoffursins av tí at brenniofrið, matofrið og tey feitu stykkini rúmaðust ikki á koparaltarinum, ið Sálomo hevði latið gera. Í sjey dagar helt Sálomo tá høgtíðina,* og alt Ísrael við honum, ein ófør mannamúgva, ið samankomin var, haðani frá sum leiðin liggur til Hamat og líka at Egyptalandsá. Áttanda dagin varð hildin hátíðarsamkoma; tí tey hildu altarvígsluna sjey dagar og høgtíðina sjey. Tann triðja og tjúgunda í sjeynda mánaði læt hann fólkið fara heimaftur, og tey vóru glað og í góðum lagi um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt Dávidi og Sálomo og fólki Sínum, Ísrael. Sálomo var nú liðugur at byggja hús HARRANS og kongshøllina; alt tað, ið hann hevði havt í huga at gera í húsi HARRANS og sínum egna húsi, hevði hann havt eydnu til at útinna. Tá opinberaðist HARRIN um náttina fyri Sálomo og segði við hann: ?Eg havi hoyrt bøn tína og útvalt Mær hetta stað til offurstað. Táið Eg lati himmalin aftur, so einki regn kemur, táið Eg gevi grashoppum boð um at eta upp landið, og táið Eg sendi pest millum fólk Mítt um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra. Nú skulu eygu Míni vera opin, og oyru Míni lurta eftir bønini, ið biðin verður á hesum staði. Eg havi nú útvalt og halgað hetta hús, so navn Mítt skal búgva har til ævigar tíðir, og eygu Míni og hjarta Mítt skulu allar dagar vera har. Livir tú nú lív títt fyri ásjón Míni, soleiðis sum Dávid, faðir tín, gjørdi, so tú gert alt tað, ið Eg havi álagt tær, og heldur boð Míni og lógir Mínar, so skal Eg staðfesta kongahásæti títt, eftir sáttmálanum, ið Eg gjørdi við Dávid, faðir tín, táið Eg segði: ?Aldri skal saknast ein av eftirkomarum tínum at ráða yvir Ísrael.? Men venda tit tykkum burtur, venda tit lógunum og boðunum bakið, sum Eg havi lagt fyri tykkum, og fara at tæna øðrum gudum og tilbiðja teir, so skal Eg rykkja tey upp úr landi Mínum, sum Eg havi givið teimum; og hetta hús, ið Eg havi halgað navni Mínum Eg skal ikki loyva tí at vera fyri ásjón Míni longur, men gera tað til orðtak og spott millum øll fólk. Ein og hvør, sum kemur fram við hesum húsi sum so høgt hevur verið sett skal ræðast; og spyr tá onkur: ?Hví hevur HARRIN gjørt so við hetta land og hetta hús?? so skal verða svarað: ?Tí tey vendu HARRANUM Gudi fedra sína bakið, Honum, sum leiddi tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, tilbóðu teir og dýrkaðu teir tí hevur Hann latið alla hesa vanlukku koma yvir tey.?? KAPITUL Sálomo byggir víggirdar staðir, Arbeiðsfólk hansara, Hús dóttur Faraos, Sálomo skipar fyri tempultænastuni, Hann hevur skip, Táið nú tey árini vóru gingin, sum Sálomo hevði brúkt til at byggja hús HARRANS og sítt egna hús, bygdi Sálomo upp býirnar, ið Huram hevði latið hann fáa, og læt Ísraelsmenn búsetast í teimum. Síðani fór Sálomo til Hamat-Zoba og legði tað undir seg. Hann bygdi eisini upp Tadmor í oyðimørkini og allar býirnar við goymslum í Hamat, sum hann bygdi. Somuleiðis bygdi hann Ovara-Bet-Horon og Niðara-Bet-Horon og gjørdi teir til víggirdar staðir við múrum, portrum og portursláum; á sama hátt Ba'alat og allar býirnar, ið hann hevði goymslur í, vagnbýirnar, býirnar til hestfólkið og alt annað, ið hann fekk hug at byggja, bæði í Jerúsalem, á Libanon og í øllum ríki sínum. Alt fólkið, ið eftir var av Hetitum, Amoritum, Perizitum, Hevitum og Jebusitum teir, ið ikki hoyrdu til Ísraelsmenn eftirkomarar teirra, sum enn vóru í landinum eftir teir, av tí at Ísraelsmenn høvdu ikki oytt teir, tók Sálomo út til pliktarbeiði og so hevur verið til henda dag. Men av Ísraelsmonnum gjørdi Sálomo ongan til arbeiðstræl; teir vóru hermenn, høvdingar yvir køppum hansara og høvdingar yvir hervagnum og hestmonnum hansara. Arbeiðsformenn Sálomos kongs vóru í tali; teir vóru yvir fólkinum. Sálomo læt dóttur Farao flyta úr Dávidsstaði inn í húsið, sum hann hevði bygt henni; tí hann segði: ?Eingin kvinna skal búgva í høll Dávids ísraelskongs; tí heiløg eru støðini, har sum ørk HARRANS kemur.? Tá ofraði Sálomo HARRANUM brennioffur á altari HARRANS, sum hann hevði reist framman fyri forsalin; hann ofraði hvønn dag ofrini, ið Móses hevði fyriskrivað fyri tann dagin sabbatarnar og sólkomudagarnar og á høgtíðunum tríggjar ferðir um árið, á høgtíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhøgtíðini og á leyvsalahøgtíðini. Hann gjørdi, sum Dávid, faðir hansara, hevði fyriskrivað, og setti prestaflokkarnar til tænastu teirra og Levitarnar til tað, ið teir skuldu gera, til at syngja lovsongin og ganga prestunum til handa, eftir sum hvønn dag tørvaði; og duravaktararnar setti hann við hvørt portrið fyri seg, eftir skiftum teirra tí so hevði Dávid gudsmaður boðið. Hvørki viðvíkjandi skattunum ella í nøkrum øðrum varð vikið frá tí, sum kongurin hevði boðið um prestarnar og Levitarnar. So var tað nú liðugt, alt, ið Sálomo hevði virkað, frá tí degi ið grundin varð løgd til hús HARRANS, inntil tað var fullført hús HARRANS stóð liðugt. Um hesa tíðina fór Sálomo til Ezjon-Geber og til Elot úti við havið í Edomslandi. Huram sendi menn til hansara við skipum og sjóvandari manning; teir fóru saman við monnum Sálomos til Ofir og førdu haðani talentir av gulli heim til Sálomo kong. KAPITUL Drotningin í Saba vitjar Sálomo, Ríkidømi Sálomos, Hann doyr. Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo, kom hon til Jerúsalem við stórum fylgi og við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; hon ætlaði at royna Sálomo við gátum; táið hon var komin til hansara, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta. Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var Sálomo dult, nei, hann gav henni svar uppá alt. Táið drotningin í Saba sá vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt, rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og klæði teirra og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran. Hon segði við kongin: ?Satt var tað, sum eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín! Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú eg havi ikki frætt helvtina um stóra vísdóm tín! Tú bert av tí, ið eg havi frætt um teg. Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, ið altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín! Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði tokka til tín, so Hann setti teg í hásæti Sítt sum kong fyri HARRANUM Gudi tínum! Tí at Gud tín elskar Ísrael og ætlar at halda tí uppi til ævigar tíðir, tí setti Hann teg til kong yvir teimum at fremja rætt og rættvísi.? Síðani gav hon konginum talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri hevur slík mongd av kryddurtum verið í landinum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi. Eisini menn Hurams og menn Sálomos, sum fóru til Ofir eftir gulli, høvdu havt sandelvið og dýrar steinar við sær haðani. Av sandelviðinum læt kongurin gera trappur til hús HARRANS og kongshøllina, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; tess líki var aldri áður sæddur í Judalandi. Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt tað, ið hon vildi hava og bað um, umframt tað, ið hann gav henni aftur fyri tað, ið hon hevði havt við til kongin. So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum. Gullið, ið Sálomo fekk eitt ár, vigaði talentir umframt tað, ið kom inn frá handilsmonnunum og keypmonnunum; eisini allir kongarnir í Arabia og landshøvdingarnir í landinum lótu gull og silvur til Sálomo. Sálomo kongur læt gera stórar skjøldir av slignum gulli seklar av slignum gulli fóru í hvønn skjøldin og smáar skjøldir av slignum gulli seklar av gulli fóru í hvønn henda skjøldin og kongurin læt leggja teir í Libanonskóghús. Kongurin læt eisini gera stórt hásæti av fílabeini og klæddi tað við reinum gulli. Hásætið hevði seks trin og fótaskammul av gulli, sum var gjørdur fastur í hásætið; báðumegin setrið vóru armar, og tætt við armarnar stóðu tvær leyvur; báðumegin tey seks trinini stóðu tólv leyvur. Slíkt hevur aldri verið gjørt í nøkrum øðrum kongaríki. Øll drekkiíløt Sálomos kongs vóru av gulli, og øll íløtini í Libanonskóghúsi vóru av fínum gulli; silvur var einki roknað fyri á døgum Sálomos. Tí kongurin hevði skip, ið fóru til Tarsis saman við monnum Hurams; triðjahvørt ár komu skipini heim, fermd við gulli, silvuri, fílabeini, apum og páfuglum. Sálomo kongur varð størri enn allir kongar á jørðini í ríkidømi og vísdómi. Úr øllum ættum jarðarinnar komu kongar at síggja Sálomo og hoyra vísdóm hansara, sum Gud hevði lagt í hjarta hansara; og allir høvdu teir gávur við: Silvuríløt, gullíløt, klæði, vápn, kryddurtir, hestar og múldýr; soleiðis gekk ár eftir ár. Sálomo hevði hestapør og vagnar og hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerúsalem hjá sær. Hann var harri yvir øllum kongum frá Ánni* líka til Filistaraland og líka at marki Egyptalands. Kongurin gjørdi í Jerúsalem silvur líka vanligt sum grót og sedrisvið líka vanligan sum morberjatrøini í láglendinum. Hestar vórðu fluttir inn til Sálomo úr Egyptalandi og úr øllum øðrum londum. Tað, ið annars er at siga um Sálomo, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, tað er skrivað í krøniku Natans profets, í tí, sum Ahia úr Silo hevur profeterað, og í sjónini, sum Jedi síggjari sá um Jeroboam, son Nebat. Sálomo var ár kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael. So legðist Sálomo til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í staði Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Rehabeam tók ríkið eftir hann. KAPITUL Ríkið fer í tvíningar. Rehabeam fór til Sikem; tí alt Ísrael var komið til Sikem at gera hann til kong. Men táið Jeroboam, sonur Nebat, frætti hetta hann var tá í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomo kongi kom hann heimaftur úr Egyptalandi. Teir sendu tá nú boð eftir honum; Jeroboam og alt Ísrael komu og søgdu so við Rehabeam: ?Faðir tín gjørdi ok okkara svárt; lætt tú nú um hina hørðu tænastu og hitt tunga ok, ið faðir tín legði á okkum, so skulu vit tæna tær!? Hann svaraði teimum: ?Farið avstað og steðgið í tríggjar dagar komið so aftur higar til mín!? Fólkið fór tá. Rehabeam kongur ráðførdi seg nú við hinar gomlu, ið høvdu staðið í tænastu hjá Sálomo, faðir hansara, táið hann livdi; hann spurdi teir: ?Hvat ráða tit mær at svara hesum fólki?? Teir svaraðu honum: ?Um tú í dag vísir teg blídligan við hetta fólk, ert teimum náðigur og gevur teimum góð orð, so verða teir tænarar tínir allar dagar.? Men hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu løgdu honum, men ráðførdi seg við teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, og sum stóðu í tænastu hjá honum. Hann spurdi teir: ?Hvat ráða tit okkum at svara hesum fólki, ið hevur sagt við meg: ?Lætt um okið, ið faðir tín legði á okkum!?? Teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, svaraðu honum: ?So skalt tú siga við hetta fólk, ið segði við teg: ?Faðir tín gjørdi ok okkara svárt, men lætt tú okkum um tað!? so skalt tú siga við teir: ?Lítlifingur mín er tjúkkari enn lendar faðirs míns! Hevur nú pápi lagt svárt ok á tykkum, skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, skal eg revsa tykkum við skorpiónum!?? Jeroboam og alt fólkið komu nú til Rehabeam triðja dagin soleiðis sum kongurin hevði sagt: ?Komið aftur til mín um tríggjar dagar!? Og tá gav kongurin teimum hart svar; Rehabeam kongur fór ikki eftir ráðum hinna gomlu, men svaraði teimum, sum teir ungu høvdu mælt honum til: ?Hevur pápi gjørt ok tykkara svárt, skal eg gera tað enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, skal eg revsa tykkum við skorpiónum!? Kongurin lurtaði soleiðis ikki eftir fólkinum Gud beindi tað so, fyri at orð HARRANS skuldi ganga út, tað, ið Hann við Ahia úr Silo hevði talað við Jeroboam, son Nebat. Táið nú alt Ísrael sá, at kongurin lurtaði ikki eftir teimum, svaraði fólkið konginum hetta: ?Hvønn lut eiga vit í Dávidi! Vit hava ongan part í syni Ísai! Til tjøld tíni, Ísrael, hvør ein! Síggj nú sjálvur til hús títt, Dávid!? So fór alt Ísrael heimaftur. Men yvir teimum Ísraelsmonnum, sum búðu í býunum í Juda, yvir teimum gjørdist Rehabeam kongur. Tá sendi Rehabeam kongur Hadoram hann, sum var yvir pliktarbeiðsmonnunum út til teirra; men Ísraelsmenn steinaðu hann til deyða, og Rehabeam kongur sjálvur noyddist at skunda sær upp í vagn sín og flýggja til Jerúsalem. Soleiðis fall Ísrael frá húsi Dávids og so hevur verið til henda dag. KAPITUL Semaja profeterar, Rehabeam byggir víggirdar staðir, Prestar og Levitar rýma úr Ísrael til Juda, Konur og børn Rehabeam, Táið Rehabeam var komin til Jerúsalem, savnaði hann saman hús Juda og Benjamin, útvaldar hermenn, til at berjast við Ísrael og vinna Rehabeam ríkið aftur. Tá kom orð HARRANS til Semaja gudsmann; Hann segði: ?Sig við Rehabeam, son Sálomo, kongin í Juda, og við alt Ísrael í Juda og Benjamin: So sigur HARRIN: Tit skulu ikki fara og berjast við brøður tykkara! Vendið við aftur, hvør heim til sín sjálvs! Tí hetta, ið hent hevur, er komið frá Mær.? Og teir aktaðu orð HARRANS; teir vendu við og fóru ikki móti Jeroboam. Rehabeam búði síðani í Jerúsalem, og hann bygdi fleiri býir í Juda um til víggirdar staðir. Hann bygdi Betlehem, Etam, Tekoa, Bet-Zur, Soko, Adullam, Gat, Maresa, Zif, Adorajim, Lakis, Azeka, Zora, Ajalon og Hebron sum allir vóru í Juda og Benjamin um til víggirdar staðir. Hann víggirdi teir sterkt, setti høvdingar yvir teir og læt goyma har mat, olju og vín at taka til; og hvønn býin læt hann fáa skjøldir og spjót og gjørdi teir soleiðis ógvuliga sterkar. Juda og Benjamin hoyrdu honum til. Prestarnir og Levitarnir í øllum Ísrael komu, allastaðni frá har sum teir búðu, og buðu seg í tænastu hjá honum; tí Levitarnir rýmdu frá jørð síni og ogn síni og fóru til Juda og Jerúsalem, av tí at Jeroboam og synir* hansara róku teir burtur úr tænastu teirra sum prestar HARRANS. Hann setti sær sjálvur prestar fyri offurheyggjarnar og fyri bukkarnar og kálvarnar, ið hann hevði latið gera. Við teimum* fylgdu úr øllum ættum Ísraels teir, ið høvdu hjartað vent til at søkja HARRAN Gud Ísraels; teir komu til Jerúsalem at ofra til HARRAN Gud fedra sína. Teir styrktu Judaríki og tryggjaðu í trý ár Rehabeam, syni Sálomo, kongadømið tí í trý ár gingu teir í fótasporum Dávids og Sálomos. Rehabeam tók sær til konu Mahalat, dóttur Jerimot, son Dávid, og Abihajil, dóttur Eliab, son Ísai. Við henni átti hann synirnar Je'us, Semarja og Saham. Seinni giftist hann við Ma'aku, dóttur Absalom; við henni átti hann Abia, Attai, Ziza og Selomit. Av øllum konum og hjákonum sínum var Rehabeam bestur við Ma'aku, dóttur Absalom hann hevði tikið sær konur og hjákonur, og hann fekk synir og døtur. Rehabeam setti Abia, son Ma'aku, til høvd, til høvdinga millum brøður hansara; tí hann hevði í huga at gera hann til kong. Og hann var klókur hann læt allar synir sínar búgva um alt Juda og Benjaminsland, í øllum hinum víggirdu støðunum, læt teir fáa ríkligt at liva av og fekk teimum mongd av konum. KAPITUL Sisak herjar á Juda. Um Rehabeam, Hann doyr, Men táið kongadømi Rehabeams var grundfest, og vald hansara var styrkt, vendu bæði hann og alt Ísrael lóg HARRANS bakið. Tá kom fimta árið ið Rehabeam var kongur Sisak kongur í Egyptalandi móti Jerúsalem tí teir høvdu verið HARRANUM ótrúgvir. Hann kom við hervagnum og hestmonnum; og fólkið, ið við honum kom úr Egyptalandi Libýarar, Sukkitar og Etioparar stóð ikki til at telja. Hann tók teir víggirdu staðirnar í Juda og kom líka at Jerúsalem. Nú kom Semaja profetur til Rehabeam og høvdingarnar í Juda teir høvdu leitað til Jerúsalem undan Sisak og segði við teir: ?So sigur HARRIN: Tit hava vent Mær bakið; tí havi eisini Eg vent tykkum bakið og givið tykkum í hendur Sisaks!? Tá eyðmýktu teir seg, høvdingarnir í Ísrael og kongurin, og søgdu: ?HARRIN er rættvísur!? Táið HARRIN sá, at teir høvdu eyðmýkt seg, kom orð HARRANS til Semaja; Hann segði: ?Við tað at teir hava eyðmýkt seg, skal Eg ikki gera enda á teimum, men lata teir so dánt sleppa undan; við Sisak skal vreiði Mín ikki streyma út yvir Jerúsalem! Tó skulu teir koma at standa undir honum og fáa at sanna munin á at tæna Mær og at tæna heidnum kongum.? Sisak kongur í Egyptalandi kom tá móti Jerúsalem; hann tók skattirnar í húsi HARRANS og skattirnar í kongshøllini alt samalt tók hann, eisini gullskjøldirnar, ið Sálomo hevði latið gera. Í stað teirra læt Rehabeam kongur gera koparskjøldir og læt teir høvuðsmonnum lívvaktarinnar upp í hendur, sum hildu vakt við dyr kongshallarinnar. Hvørja ferð kongurin fór inn í hús HARRANS, komu vaktarmenninir og bóru teir og fóru síðani aftur í vaktstovuna við teimum. Við tað at Rehabeam eyðmýkti seg, vendist vreiði HARRANS frá honum, so Hann gjørdi ikki heilt enda á honum; og enn var tó ikki sørt av góðum í Juda. Síðani sat Rehabeam kongur aftur tryggur í kongadømi sínum í Jerúsalem og stýrdi har. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem, býnum, ið HARRIN úr øllum ættum Ísraels hevði útvalt til at lata navn Sítt búgva har. Móðir hansara æt Na'ama og var ammonitisk kvinna. Hann gjørdi tað, ið ónt var; tí hjarta hansara var ikki vent til at søkja HARRAN. Alt tað, ið er at siga um Rehabeam, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í krøniku Semaja profets og í krøniku Iddos síggjara, har sum ættartølini standa. Millum Rehabeam og Jeroboam var alla tíðina ófriður. So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Abia tók ríkið eftir hann. KAPITUL Abia. Átjanda árið ið Jeroboam sat við stýrið, varð Abia kongur yvir Juda. ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Mikaja; hon var dóttir Uriel og var úr Gibea. Millum Abia og Jeroboam var ófriður. Abia byrjaði bardagan við liði av røskum hermonnum, útvaldum monnum; men Jeroboam kom ímóti honum við útvaldum monnum, røskum hermonnum. Tá fór Abia niðan á Zemarajimsfjall, sum hoyrir til Efra'imsfjøll, og segði: ?Hoyrið meg, Jeroboam og alt Ísrael! Áttu tit ikki at vitað, at HARRIN Gud Ísraels við saltsáttmála* hevur givið Dávidi kongadømið yvir Ísrael til ævigar tíðir, honum og sonum hansara! Men Jeroboam, sonur Nebat, tænari Sálomos, sonar Dávids, reisti seg og fall frá harra sínum. Aftrat honum savnaðust so rekavætti og illmenni, og teir settu seg við makt upp móti Rehabeam, syni Sálomo; og Rehabeam var ungur og mótleysur og var ikki mentur at standa seg móti teimum. Og nú halda tit, at tit eru menn fyri at standa tykkum móti kongadømi HARRANS í hondum eftirkomara Dávids fyri tað at tit eru stórur hópur og hava hjá tykkum gullkálvarnar, ið Jeroboam læt gera tykkum til gudar! Hava tit ikki rikið burtur prestar HARRANS, synir Áron, og Levitarnar, og sjálvir gjørt tykkum prestar, soleiðis sum hini heidnu fólkini gera! Hvør tann, ið kemur við ungum tarvi og sjey veðrum til at verða innsettur,* hann verður prestur hjá gudum, ið ikki eru gudar! Men Gud okkara er HARRIN; vit hava ikki vent Honum bakið; synir Áron tæna HARRANUM sum prestar, og Levitarnir gera arbeiði sítt; hvønn morgun og hvørt kvøld brenna teir brennioffur og angandi roykilsi fyri HARRANUM, leggja sýnisbreyð á borðið av reinum gulli og tendra hvørt kvøld gullljósastakan við lampum hansara; vit halda fyriskipanir HARRANS Guds okkara, men tit hava vent Honum bakið! Sanniliga, Gud er við okkum, Hann er á odda hjá okkum, og vit hava prestar Hansara við harðblásturslúðrunum at blása til bardaga móti tykkum! Ísraelsmenn! Gevið tykkum ikki í bardaga móti HARRANUM Gudi fedra tykkara! Tað fer ikki at gangast væl hjá tykkum.? Men Jeroboam læt teir, ið lógu á lúri, kringganga teir fyri at koma á teir aftanfrá, so at teir* vóru framman fyri Judamenn, og teir, ið høvdu ligið á lúri, aftan fyri teir. Táið tá Judamenn vendu sær við og sóu, at álop hótti teir bæði frammanfrá og aftanfrá, róptu teir til HARRAN, og prestarnir blástu í lúðrarnar. So skóru Judamenn í herróp; og táið Judamenn skóru í herrópið, sló Gud Jeroboam og alt Ísrael fyri Abia og Juda. Ísraelsmenn flýddu fyri Juda, og Gud gav teir í hendur teirra. Abia og menn hansara gjørdu stórt mannafall millum teirra; av Ísrael fullu útvaldir menn. Soleiðis vórðu Ísraelsmenn eyðmýktir ta ferðina; men Judamenn styrknaðu, tí teir styðjaðu seg á HARRAN Gud fedra sína. Abia elti Jeroboam og tók frá honum fleiri býir: Betel við smábýunum har rundanum, Jesana við smábýunum har rundanum og Efron við smábýunum har rundanum. Jeroboam kom ikki fyri seg aftur, so leingi sum Abia livdi; og HARRIN sló hann, so hann doyði. Men Abia tók til í megi. Hann tók sær konur og fekk synir og døtur. Tað, ið annars er at siga um Abia, atburð og orð hansara, er skrivað í ?Útlegging? Iddos profets. KAPITUL Asa, Hann óttast Gud, Vinnur sigur á Zera, So legðist Abia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Asa tók ríkið eftir hann. Á døgum hansara var ár friður í landinum. Asa gjørdi tað, sum gott og rætt var í eygum HARRANS Guds hansara. Hann fekk burtur altar hinna fremmandu guda og offurheyggjarnar, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi Asjerurnar sundur. Og hann segði við Juda, at tey skuldu søkja HARRAN Gud fedra sína, og halda lógina og boðini. Úr øllum býunum í Juda fekk hann burtur offurheyggjarnar og sólstólparnar, og ríkið hevði frið tíð hansara. Hann bygdi víggirdar staðir í Juda; tí landið hevði frið, og eingin byrjaði ófrið við hann tey árini tí HARRIN gav honum frið. Hann segði við Juda: ?Latið okkum byggja hesar býir og reisa rundan um teir múrar og torn við portrum og portursláum! Enn hava vit vald yvir landinum, av tí at vit hava søkt HARRAN Gud okkara; vit hava søkt Hann, og Hann hevur givið okkum frið allar vegir.? Teir bygdu nú, og tað gekk væl. Asa hevði her mans úr Juda, sum vóru vápnaðir við spjótum og stórum skjøldum, og úr Benjamin, sum bóru smáar skjøldir og skutu við boga; teir vóru allir raskir hermenn. Men Zera Etiopari kom ímóti honum við heri, sum var eina millión, og hervagnum. Táið hann var komin at Maresa, helt Asa út ímóti honum, og teir fylktu seg til bardaga í Zefatadali við Maresa. Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: ?HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara lat ikki menniskja standa seg móti Tær!? Tá sló HARRIN Etioparar fyri Asa og Juda, og Etioparar flýddu. Asa og menn hansara eltu teir líka at Gerar, og allir Etioparar fullu, ikki ein livdi eftir av teimum; teir vórðu feldir fyri HARRANUM og heri Hansara. Og teir høvdu við sær haðani ómetaligan herfong. Allar býirnar rundan um Gerar tóku teir; tí ótti fyri HARRANUM var fallin á tey. Og teir rændu allar býirnar, tí har var nógv at ræna í teimum. Um tað so vóru fætjøldini, so tóku teir tey; og teir høvdu við sær haðani mongd av smáfæi og kamelum. Síðani fóru teir aftur til Jerúsalem. KAPITUL Azarja profeterar, Asa oyðir avgudarnar, Er ógvuliga íðin fyri Harranum, Tá kom Andi Guds yvir Azarja, son Oded; hann steig fram fyri Asa og segði við hann: ?Hoyrið meg, Asa og alt Juda og Benjamin! HARRIN er við tykkum, táið tit eru við Honum; og leita tit eftir Honum, skal Hann lata tykkum finna Seg, men venda tit Honum bakið, skal Hann venda tykkum bakið. Í langar tíðir var Ísrael uttan sannan Gud, uttan prest, ið lærdi tey, og uttan lóg. Tá vendu tey í neyðini við til HARRAN Gud Ísraels og søktu Hann, og Hann læt tey finna Seg. Í slíkum tíðum var eingin tryggur, hvørki tann, ið fór, ella tann, ið kom; tí stórur ófriður var yvir øllum teimum, sum í londunum búðu; eitt fólkið sló annað niður, og ein býurin annan; tí Gud ræddi tey við alskyns neyðum. Men verið tit hugreystir og latið ikki mótið falla! Tað skal ikki verða lønarleyst, tað, ið tit gera.? Táið Asa hoyrdi hesi orð og hetta, ið hann profeteraði, Oded profetur, tók hann mót í seg og fekk burtur tær andstyggiligu avgudamyndirnar úr øllum Juda- og Benjaminslandi og úr býunum, sum hann hevði tikið í Efra'imsfjøllum; og altar HARRANS, ið stóð framman fyri forsal HARRANS, reisti hann av nýggjum. Síðani savnaði hann saman alt Juda og Benjamin og hini fremmandu av Efra'im, Manasse og Símeon, sum búðu millum teirra tí mong úr Ísrael fluttu inn í ríki hansara, táið tey sóu, at HARRIN Gud hansara var við honum. Í triðja mánaði, fimtanda árið ið Asa sat við stýrið, komu tey saman í Jerúsalem og ofraðu sama dag HARRANUM neyt og kríatúr av smáfæi, av fonginum, ið teir høvdu havt við sær. Síðani gjørdu teir tann sáttmála, at tey av øllum hjarta sínum og allari sál síni skuldu søkja HARRAN Gud fedra sína, og at hvør tann, ið ikki søkti HARRAN Gud Ísraels, skuldi verða dripin, yngri sum eldri, maður sum kvinna. Hetta lovaðu teir HARRANUM við eiði, hart og við gleðirópum, meðan blást varð í lúðrar og horn. Og alt Juda gleddist um eiðin; tí av øllum hjarta sínum høvdu teir svorið hann, og av øllum huga sínum søktu tey Hann; og Hann læt tey finna Seg HARRIN gav teimum frið allar vegir. Um tað so var Ma'aku, móður sína, setti Asa kongur hana av sum drotning, aftur fyri at hon hevði gjørt ræðuliga avgudamynd fyri Asjeru; Asa høgdi niður ræðuligu avgudamynd hennara, soraði hana sundur og brendi hana í Kidronsdali. Víst vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt í Ísrael; men hjarta Asa var kortini heilt við HARRANUM alla tíð hansara. Hann læt flyta inn í hús HARRANS bæði tað, ið faðir hansara hevði halgað, og tað, ið hann sjálvur hevði halgað silvur, gull og íløt. Eingin ófriður var, fyrrenn fimta og tríatinda árið ið Asa sat við stýrið. KAPITUL Asa og Baesa, Hanani profeterar móti Asa, Asa verður sjúkur og doyr, Sætta og tríatinda árið ið Asa sat við stýrið, kom Baesa kongur í Ísrael móti Juda og fór at gera Rama til víggirdan stað, so at eingin maður skuldi sleppa út ella inn hjá Asa kongi í Juda. Tá tók Asa silvur og gull úr skattkømurum húss HARRANS og kongshallarinnar og sendi Benhadad kongi í Áram, sum búði í Damaskus, tað við hesum orðum: ?Sáttmáli er jú millum meg og teg, eins og var millum faðir mín og faðir tín. Her sendi eg tær silvur og gull brót nú sáttmála tín við Baesa kong í Ísrael, so hann fer burtur frá mær!? Benhadad gjørdi, sum Asa kongur segði, og sendi herhøvdingar sínar móti býum Ísraels; teir tóku Ijon, Dan, Abel-Majim og goymslurnar í býum Naftali. Táið Baesa frætti hetta, gav hann uppat at gera Rama til víggirdan stað og steðgaði arbeiðinum. Men Asa kongur tók við sær alt Juda, og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Baesa hevði nýtt, táið hann gjørdi Rama til víggirdan stað, og gjørdu við hesum Geba og Mizpa til víggirdar staðir. Tá kom Hanani síggjari til Asa kong í Juda og segði við hann: ?Aftur fyri at tú styðjaði teg við kongin í Áram og ikki við HARRAN Gud tín, er herur kongsins í Áram sloppin undan hondum tínum. Vóru ikki Etioparar og Libýarar stórur herur við hervagnum og stórari mongd av hestfólki! Men av tí at tú styðjaði teg við HARRAN, gav Hann teir í hond tína. Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!? Men Asa varð illur við síggjaran og setti hann í stokkhúsið; so illur var hann við hann fyri hetta. Um somu tíð kúgaði Asa eisini onnur av fólkinum. Tað, ið annars er at siga um Asa, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í bókini um kongar Juda og Ísraels. Níggjunda og tríatinda árið ið hann sat við stýrið, varð Asa sjúkur í fótunum, og sjúka hansara versnaði í hvørjum; men heldur ikki í sjúkdómi sínum søkti hann HARRAN, nei, hann fór til læknarnar. So legðist Asa til hvíldar hjá fedrum sínum; hann doyði, fyrsta og fjørutinda árið ið hann sat við stýrið. Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út í Dávidsstaði; hann varð lagdur á legu, sum var fylt við ymiskum sløgum av kryddurtum, ið vóru gjørdar til sum salvubland. Og ógvuligt bál varð brent, honum til heiður. KAPITUL Jósafat. Hann óttast Gud og fær stórt vald. Sonur hansara Jósafat tók ríkið eftir hann. Hann royndi at menna seg móti Ísrael; tí setti hann herfólk í allar hinar víggirdu staðir Juda og læt eisini manning vera í Judalandi og býum Efra'ims, sum Asa, faðir hansara, hevði tikið. HARRIN var við Jósafat; tí hann gekk hinar fyrru leiðirnar Dávids, faðirs síns og søkti ikki Ba'alarnar; nei, hann søkti Gud faðirs síns, livdi eftir boðum Hansara og bar seg ikki at sum Ísrael. Tí grundfesti HARRIN kongadømið í hond hansara. Og alt Juda gav Jósafat gávur, so hann fekk nógv ríkidømi og miklan heiður. Tá tók dirvi hansara til á leiðum HARRANS, og hann beindi burtur úr Juda eisini offurheyggjarnar og Asjerurnar. Triðja árið ið hann sat við stýrið, sendi hann høvdingar sínar Benhajil, Obadja, Zakarja, Netanel og Mikaja at læra í býum Juda, og saman við teimum Levitarnar Semaja, Netanja, Zebadja, Asael, Semiramot, Jónatan, Adonja, Tobia og Tob-Adonja; við hesum Levitum vóru prestarnir Elisama og Jóram. Teir lærdu í Juda og høvdu lógbók HARRANS við sær; teir ferðaðust um í allar býir Juda og lærdu fólkið. Ótti fyri HARRANUM kom yvir øll ríkini í londunum, sum rundan um Juda vóru, so teir tordu ikki at berjast við Jósafat. Frá Filistarum komu menn við gávum til Jósafat og við silvuri, sum teir lótu í skatt; eisini Arabarar komu við smáfæi til hansara, veðrum og bukkum. Soleiðis gekk frameftir í heilum hjá Jósafat, inntil vald hansara varð ógvuliga stórt; hann bygdi borgir og goymslubýir í Juda. Hann hevði liggjandi í býum Juda ógvuliga nógv til at taka; og í Jerúsalem hevði hann hermenn, raskar menn. Hetta er listin yvir teir, eftir fedrahúsum teirra: Høvuðsmenninir yvir vóru í Juda: Adna høvuðsmaður við røskum hermonnum; honum næstur gekk Jóhanan høvuðsmaður við og honum næstur Amasja, sonur Zikri sum sjálvboðin tænti HARRANUM við røskum hermonnum. Av Benjamin vóru: Eljada, raskur hermaður, við monnum, ið vóru vápnaðir við boga og skjøldi, og honum næstur Józabad við monnum, vápnaðum til bardaga. Hesir vóru teir, ið tæntu konginum, umframt herfólkið, sum kongurin hevði sett í teir víggirdu staðirnar um alt Juda. KAPITUL Jósafat og Akab fara í bardaga saman, Akab fellur, Táið Jósafat hevði vunnið nógv ríkidømi og miklan heiður, svágdi hann seg við Akab. Og táið nøkur ár vóru gingin, fór hann til Samaria til Akab. Akab læt tá drepa nógv av smáfæi og neytum fyri honum og monnunum, ið hann hevði við sær; síðani yvirtalaði hann hann at koma við og herja á Ramot í Gilead. Akab ísraelskongur segði við Jósafat kong í Juda: ?Vilt tú koma við mær móti Ramot í Gilead?? Hann svaraði: ?Sum tú, so eg, sum fólk títt, so fólk mítt eg skal koma við tær í bardagan!? Men Jósafat segði framvegis við ísraelskong: ?Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur!? Ísraelskongur sendi tá boð eftir profetunum, monnum, og spurdi teir: ?Skulu vit fara og herja á Ramot í Gilead, ella skal eg sláa av?? Teir svaraðu: ?Far! Gud skal geva tað í hendur kongsins.? Men Jósafat spurdi: ?Er her eingin profetur HARRANS eftir, sum vit kunnu spyrja HARRAN við?? Ísraelskongur svaraði Jósafat: ?Her er ein maður enn, sum vit kunnu spyrja HARRAN við; men eg hati hann, av tí at hann aldri spáar mær gott, men eina ilt; tað er Mika, sonur Jimla.? Men Jósafat segði: ?Kongurin má ikki tosa so!? Tá rópti ísraelskongur ein hirðmann og segði: ?Skunda tær eftir Mika, syni Jimla!? Ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda sótu, skrýddir í kongaklæðum, hvør í sínum hásæti, á einum treskiplássi uttan fyri portur Samaria; og allir profetarnir spáddu framman fyri teir. Zedekias, sonur Kena'ana, gjørdi sær horn av jarni og segði: ?So sigur HARRIN: Við hesum skalt tú stanga Áramearar, inntil endi er á teimum!? Og allir profetarnir spáddu hetta sama og søgdu: ?Far móti Ramot í Gilead! Eydnan skal vera við tær, og HARRIN skal geva tað í hendur kongsins.? Boðið, ið farið var eftir Mika, segði við hann: ?Profetarnir hava allir sum ein spátt kongi gott; lat nú orð tíni vera eins og teirra, og spáa gott!? Mika svaraði: ?So satt sum HARRIN livir: Tað, ið Gud mín talar, skal eg siga!? Táið hann nú kom til kongin, segði kongurin við hann: ?Mika! Skulu vit fara og herja á Ramot í Gilead, ella skal eg sláa av?? Hann svaraði: ?Farið! Eydnan skal vera við tykkum, og teir skulu verða givnir í hendur tykkara.? Men kongurin segði við hann: ?Hvussu mangan skal eg taka teg í eið, at tú sigur mær ikki annað enn sannleikan í navni HARRANS!? Tá segði hann: ?Eg sá alt Ísrael spjatt á fjøllunum sum seyðafylgi, ið ongan hirða hevur; og HARRIN segði: ?Hasir hava ongan harra; lat teir fara í friði, hvønn heim til sín!?? Tá segði ísraelskongur við Jósafat: ?Var tað ikki tað, ið eg segði tær, at hann spáar mær aldri gott, men eina ilt!? Nú segði Mika: ?Hoyrið tá nú orð HARRANS! Eg sá HARRAN sita í hásæti Sínum og allan her Himmalsins standa høgrumegin og vinstrumegin Hann. HARRIN segði: ?Hvør vil dára Akab kong í Ísrael, so hann fer móti Ramot í Gilead og fellur har?? Ein segði nú hetta, og annar hitt. Men so steig andi fram, fór og stóð fyri ásjón HARRANS og segði: ?Eg skal dára hann!? HARRIN spurdi hann: ?Hvussu?? Hann svaraði: ?Eg skal fara og vera lygiandi í munni alra profeta hansara.? Tá segði HARRIN: ?Ja, tú kanst dára hann, og tað fer at eydnast tær far og ger so!? Sært tú soleiðis hevur HARRIN lagt lygianda í munn alra profeta tína, ið her eru men HARRIN hevur spátt tær vanlukku!? Tá steig Zedekias, sonur Kena'ana, fram, sló Mika undir vangan og segði: ?Hvørja leið er Andi HARRANS farin frá mær at tala við teg!? Mika svaraði: ?Tað skalt tú fáa at síggja, tann dag tú flýggjar úr einum kamari í annað at krógva teg!? Ísraelskongur segði nú: ?Takið Mika og leiðið hann aftur til Amon, høvuðsmannin í staðnum, og til Jóas kongason og sigið: ?So sigur kongur: Setið henda mann í fangahús og gevið honum neyðarbreyð og neyðarvatn, inntil eg komi aftur í øllum góðum!?? Men Mika segði: ?Kemur tú aftur í øllum góðum, so hevur HARRIN ikki talað við mær!? Og hann segði: ?Hoyrið hetta, øll tit fólkasløg!? So fóru ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda móti Ramot í Gilead. Ísraelskongur segði við Jósafat: ?Eg skal lata meg í dularbúna, áðrenn eg fari í bardagan; men ver tú klæddur, sum tú ert vanur!? So læt ísraelskongur seg í dularbúna, og teir fóru í bardagan. Áramskongur hevði givið vagnhøvdingum sínum hetta boð: ?Tit skulu ongan herja á, hvørki lítlan ella stóran, uttan ísraelskong eina!? Táið nú vagnhøvdingarnir sóu Jósafat, søgdu teir: ?Hatta er ísraelskongur!? Og teir kringsettu hann og skuldu herja á hann. Tá skar Jósafat í róp, og HARRIN hjálpti honum; Gud vendi teimum burtur frá honum. Tí táið vagnhøvdingarnir raktu við, at tað var ikki ísraelskongur, vendu teir við og lótu hann vera. Men ein maður, ið spenti bogan og skeyt av handahógvi, rakti ísraelskong millum reimarnar og brynjuna. Tá segði hann við vagnstýraran: ?Vend við og kom burtur úr orrustuni við mær, tí eg eri særdur!? Bardagin harðnaði í hvørjum henda dag; og ísraelskongur varð standandi í vagninum, vendur móti Áramearum, líka til kvølds; men um sólsetur doyði hann. KAPITUL Jehu profetur setur at Jósafat, Jósafat leiðir fólkið aftur til Harran. Setur dómarar, Men Jósafat kongur í Juda kom í øllum góðum heimaftur til Jerúsalem. Tá fór Jehu síggjari, sonur Hanani, út ímóti honum, og hann segði við Jósafat kong: ?Skal gudleysur verða hjálpin, og skalt tú elska tey, ið hata HARRAN! Vreiði frá HARRANUM liggur yvir tær fyri hetta. Tó er eisini nakað gott funnið hjá tær: Tú hevur beint burtur Asjerurnar úr landinum og vent hjarta tínum til at søkja Gud.? Jósafat varð nú verandi í Jerúsalem. Síðani fór hann aftur út millum fólkið, úr Be'erseba líka til Efra'imsfjøll, og leiddi tey aftur til HARRAN Gud fedra teirra. Hann setti eisini dómarar í landinum, í øllum teimum víggirdu støðunum í Juda, í hvørjum býi fyri seg. Og hann segði við dómararnar: ?Ansið væl eftir, hvat tit gera! Tí tað er ikki fyri menniskjum, tit døma, men fyri HARRANUM, og Hann er hjá tykkum, hvørja ferð tit døma. Latið tí nú ótta fyri HARRANUM vera yvir tykkum, og verið varnir við tí, sum tit gera! Tí hjá HARRANUM Gudi okkara er eingin órættur, og Hann ger ikki mannamun og tekur ikki við mutri.? Eisini í Jerúsalem setti Jósafat nakrar av Levitum, prestum og ættarhøvdingum Ísraels til at døma í søkum HARRANS og í rættartrætum tí teir* vóru komnir aftur til Jerúsalem. Og hann gav teimum hetta boð: ?Soleiðis skulu tit gera í ótta fyri HARRANUM við trúskapi og av heilum hjarta: Hvørja ferð brøður tykkara, sum búgva í býum sínum, koma fram fyri tykkum við rættartrætu tað veri nú viðvíkjandi blóðskyld ella um lóg og boð, viðtøkur og fyriskipanir skulu tit vara teir við, so teir synda ikki móti HARRANUM, og vreiði kemur yvir tykkum og brøður tykkara; soleiðis skulu tit gera, annars koma tit at draga skyld oman yvir tykkum. Í øllum søkum HARRANS skal Amarja høvuðsprestur vera formaður tykkara, og í øllum søkum kongs Zebadja, sonur Ísmael, høvdingin yvir ætt Juda; og Levitarnir skulu vera umsjónarmenn undir tykkum. Verið nú hugreystir og gerið hetta, og HARRIN veri við honum, ið góður er!? KAPITUL Jósafat vinnur sigur á fíggindum sínum, Ymiskt um Jósafat, Hann hevur felagsskap við Ahazja, Nakað eftir hetta komu Móabitar og Ammonitar og saman við teimum nakrir av Me'unitum móti Jósafat til bardaga. Tíðindi vórðu borin Jósafat um hetta, og sagt varð: ?Stórur herur kemur ímóti tær úr landinum hinumegin Havið,* úr Áram; teir eru longu í Hazezon-Tamar (tað er En-Gedi).? Tá kom ræðsla á Jósafat, og hann vendi sær í bøn til HARRAN og læt boða føstu um alt Juda. Juda kom tá saman at søkja sær hjálp hjá HARRANUM; ja, úr hvørjum býi í Juda komu tey at søkja HARRAN. Nú steig Jósafat fram millum teirra, ið saman vóru komin úr Juda og Jerúsalem, í húsi HARRANS, framman fyri Nýggja Forgarð, og segði: ?HARRI Gud fedra okkara! Er tað ikki Tú, sum ert Gud í Himli! Tú ert HARRI yvir øllum heidningaríkjunum; í hond Tíni er máttur og veldi, og eingin er, sum er mentur at standa seg móti Tær. Hevur ikki Tú, Gud okkara, rikið fólkið í hesum landi út fyri Ísrael, fólki Tínum, og givið eftirkomarum Ábrahams, vinar Tíns, tað í allar ævir! Teir búsettust har, bygdu Tær navni Tínum halgidóm har og søgdu: ?Kemur vanlukka á okkum, svørð, revsidómur, pestur ella hungursneyð, so skulu vit stíga fram fyri ásjón Tína fram fyri hetta hús, tí navn Títt býr í hesum húsi og rópa til Tín í neyð okkara; og Tú skalt hoyra og hjálpa.? Hygg nú, hvussu Ammonitar, Móabitar og fólkið úr Se'irsfjøllum hesi fólk, sum Tú ikki loyvdi Ísraelsmonnum at gera álop á, táið teir komu úr Egyptalandi, nei, teir tóku aðra leið, burt frá teimum, og oyddu tey ikki hygg nú, hvussu teir løna okkum! Nú koma teir og ætla at reka okkum burt av ogn Tíni, sum Tú hevur givið okkum at eiga. Gud okkara! Fert Tú ikki at halda dóm yvir teimum? Tí vit eru einki mentir móti hesum stóra heri, sum móti okkum kemur, og vit vita ikki, hvat vit skulu gera, men til Tín eru eygu okkara vend.? Og alt Juda stóð har fyri ásjón HARRANS, ja, eisini smábørn teirra, konur og synir teirra. Tá kom mitt í samkomuni Andi HARRANS yvir Jahaziel Levit, son Zakarja, son Benaja, son Je'iel, son Mattanja, ein av eftirkomarum Asafs; hann segði: ?Lurtið eftir, alt Juda, tit, sum í Jerúsalem búgva, og tú, Jósafat kongur! So sigur HARRIN við tykkum: Óttist ikki fyri hesum stóra heri og ræðist hann ikki! Tí hetta er ikki bardagi tykkara, nei, tað er bardagi Guds! Farið móti teimum í morgin! Teir fara tá niðan á Hazzizhædd, og tit koma at hitta teir í dalbotninum, beint yvir av Jeruelsoyðimørk. Tað eru ikki tit, ið berjast skulu her; tit skulu bert stíga fram og standa og síggja, hvussu HARRIN frelsir tykkum, tit av Juda og Jerúsalem! Óttist ikki og ræðist ikki! Farið móti teimum í morgin, og HARRIN skal vera við tykkum!? Tá boygdi Jósafat seg við andlitinum til jarðar, og alt Juda og allir teir úr Jerúsalem fullu niður fyri ásjón HARRANS og tilbóðu HARRAN. Og Levitarnir, sum vóru eftirkomarar Kahatita og Kora'ita, reistust og lovaðu HARRANUM Gudi Ísraels við ovurhonds harðari rødd. Tíðliga morgunin eftir hildu teir avstað og fóru út til Tekoaoyðimørk. Og í tí teir fóru avstað, steig Jósafat fram og segði: ?Hoyrið meg, Juda og tit, sum í Jerúsalem búgva! Havið trúgv á HARRAN Gud tykkara, so skulu tit verða standandi! Trúgvið profetum Hansara, so skal eydnan vera við tykkum!? Og táið hann hevði ráðført seg við fólkið, læt hann sangarar stíga fram, sum í heiløgum skrúði skuldu fara út undan hinum vápnaða herinum og lova HARRANUM og siga: ?Lovið HARRANUM, tí náði Hansara varir í allar ævir!? Og við tað sama sum teir byrjaðu við gleðirópum og lovsongum sínum, læt HARRIN ein flokk koma aftanfrá yvir Ammonitar, Móabitar og fólkið úr Se'irsfjøllum teir, sum komu móti Juda so teir lógu undir. Ammonitar og Móabitar lupu á fólkið úr Se'irsfjøllum og høgdu teir niður og gjørdu enda á teimum; og táið teir vóru lidnir við teir úr Se'ir, gjørdu teir enda hvør á øðrum. Táið so Juda kom niðan á hæddina, haðani ið sást yvir oyðimørkina, og fór at hyggja eftir herinum, ja, tá lógu deyðu kroppar teirra á jørðini; ikki ein var undansloppin. Jósafat og menn hansara fóru tá hagar at ræna, og teir funnu har mongd av góðsi og deyðum kroppum og dýrum lutum; fongurin, ið teir tóku, var so nógvur, at teir fingu ikki borið hann; í samfullar tríggjar dagar rændu teir, so nógvur fongur var har. Fjórða dagin savnaðust teir í Berakadali. Har lovaðu teir HARRANUM; tí verður hetta stað enn í dag rópt Berakadalur. Síðani fór alt fólkið úr Juda og Jerúsalem við Jósafat á odda heimaftur; og teir fóru glaðir aftur til Jerúsalem, tí HARRIN hevði unt teimum gleði yvir fíggindum teirra. Við hørpum, sitarum og lúðrum fóru teir inn í Jerúsalem, í hús HARRANS. Og ótti fyri Gudi kom á øll ríki í londunum, táið tey frættu, at HARRIN hevði barst við fíggindar Ísraels. Ríki Jósafats hevði nú frið Gud hansara læt hann fáa frið allar vegir. Jósafat stýrdi tá í Juda. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Azuba og var dóttir Silhi. Hann gekk somu leið sum Asa, faðir sín; hann veik ikki frá henni hann gjørdi tað, sum beint var í eygum HARRANS. Tó vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt, og fólkið hevði ikki enn vent hjartanum til Gud fedra sína. Tað, ið annars er at siga um Jósafat, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í krøniku Jehu, sonar Hanani hon er tikin upp í bókina um Ísraelskongar. Seinni gav Jósafat kongur í Juda seg í felag við Ahazja kong í Ísrael, hann, sum hevði so gudleysan atburð. Hann gav seg í felag við hann at gera skip, ið skuldu fara til Tarsis; teir smíðaðu skip í Ezjon-Geber. Tá profeteraði Eliezer úr Maresa, sonur Dodava, móti Jósafat og segði: ?Aftur fyri at tú hevur givið teg í felag við Ahazja, skal HARRIN lata tað, ið tú hevur tikið tær fyri, koma upp í einki!? Og skipini brotnaðu og kundu soleiðis ikki fara til Tarsis. KAPITUL Jóram. So legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum. Og sonur hansara Jóram tók ríkið eftir hann. Hann hevði brøður synir Jósafat: Azarja, Jehiel, Zakarja, Azarja, Mikael og Sefatja; allir hesir vóru synir Jósafat ísraelskong. Faðir teirra gav teimum nógvar gávur í silvuri, gulli og øðrum dýrabørum, og harumframt víggirdar staðir í Juda; men kongadømið læt hann Jóram fáa, tí hann var hin frumborni. Men táið Jóram hevði tikið við kongadøminum eftir faðir sín og hevði grundfest veldi sítt, drap hann allar brøður sínar við svørði og somuleiðis nakrar av høvdingum Ísraels. Jóram var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gekk leiðir ísraelskonga eins og hús Akabs hevði gjørt; tí hann hevði dóttur Akab til konu, og hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Tó vildi HARRIN ikki gera enda á húsi Dávids Hann hevði jú gjørt sáttmála við Dávid, og Hann hevði jú sagt, at Hann allar dagar skuldi lata hann og eftirkomarar hansara hava lampu. Á døgum hansara reiv Edom seg leyst undan Juda og tók sær kong. Tá fór Jóram hagar við høvdingum sínum og við øllum hervagnum sínum; á náttartíð gjørdi hann álop á Edomitar, ið høvdu kringsett hann, og vann teir og vagnstýrarar teirra. Soleiðis reiv Edom seg leyst undan Juda, og soleiðis er enn í dag. Um somu tíð reiv eisini Libna seg leyst undan honum tí hann hevði vent HARRANUM Gudi fedra sína bakið. Hann gjørdi eisini offurheyggjar á Judafjøllum, lokkaði fólkið í Jerúsalem til trúleyst fráfall og villleiddi Juda. Tá kom til hansara bræv frá Eliasi profeti; í tí stóð: ?So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Aftur fyri at tú hevur ikki gingið leiðir Jósafats, faðirs tíns, og leiðir Asa judakongs, men hevur gingið leiðir ísraelskonga og lokkað Juda og fólkið í Jerúsalem til trúleyst fráfall, eins og hús Akabs lokkaði til fráfall, ja, enntá hevur dripið brøður tínar, hús faðirs tíns, teir, sum vóru betri enn tú, so skal HARRIN lata hart slag ráma fólk títt, synir tínar, konur tínar og alt tað, ið tú eigur. Sjálvur skalt tú verða rámtur av svárari sjúku, innvortis sjúku, so innvølur tín eftir ár og dag skal koma út so svár skal sjúkan verða.? So eggjaði HARRIN upp móti Jóram Filistarar og teir Arabarar, ið búðu næstir Etioparum. Teir komu móti Juda, brutu seg inn í landið og fóru avstað við øllum góðsinum, sum í kongshøllini var, og harumframt við sonum og konum hansara, so hann ongan av sonum sínum hevði eftir uttan Jóahaz, yngsta son sín. Oman á alt hetta sló HARRIN hann við ógrøðandi innvortis sjúku. Og eftir ár og dag, táið tvey ár vóru gingin, kom innvølur hansara út so svár var sjúkan; hann doyði tá í hørðum kvølum. Og fólk hansara brendi einki bál fyri honum, sum tey høvdu gjørt fyri fedrum hansara. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Eingin saknaði hann, táið hann var farin, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði, men ikki í kongagrøvunum. KAPITUL Ahazja. Atalja. Síðani gjørdu teir, sum í Jerúsalem búðu, Ahazja, yngsta son hansara, til kong eftir hann; tí ránsmannaflokkurin, ið komin var í tilhaldið saman við Arabarum, hevði dripið allar hinar eldru. Soleiðis varð Ahazja, sonur Jóram, kongur í Juda. Ahazja var ár, táið hann gjørdist kongur, og eitt ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Atalja og var dóttir Omri. Eisini hann gekk somu leiðir sum hús Akabs; tí móðir hansara villleiddi hann við ráðum sínum til gudloysi. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og hús Akabs; tí eftir at faðir hansara var deyður, vóru tey ráðgevarar hansara til hansara egna undirgang. Tað var eisini teirra ráðum, hann fylgdi, táið hann saman við Jóram ísraelskongi, syni Akab, fór í bardaga móti Hazael kongi í Áram, við Ramot í Gilead. Men Áramearar særdu Jóram. Tá fór hann aftur til Jizre'el at lata grøða sár síni, sum hann hevði fingið við Rama, í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Og Azarja* kongur í Juda, sonur Jóram, fór til Jizre'el at vitja Jóram, son Akab, við tað at hann lá sjúkur. Men Ahazja til undirgang hevði Gud stýrt tí so, at hann skuldi koma til Jóram; tí táið hann var komin hagar, fór hann við Jóram út móti Jehu, syni Nimsi, sum HARRIN hevði salvað til at týna hús Akabs. Og táið Jehu fullførdi dómin yvir hús Akabs, hitti hann høvdingarnar í Juda og bróðursynir Ahazja, sum vóru í tænastu hjá Ahazja, og hann drap teir. Síðani læt hann leita eftir Ahazja, og hann varð tikin, meðan hann krógvaði seg í Samaria; teir fóru so til Jehu við honum og drópu hann. Síðani jarðaðu teir hann; tí teir søgdu: ?Hann var kortini sonur Jósafat, sum søkti HARRAN av øllum hjarta sínum!? Men av ætt Ahazja var eingin eftir, sum var maður fyri at taka við kongadøminum. Táið Atalja, móðir Ahazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, tók hon sær fyri at týna alla kongaættina í húsi Juda. Men kongadóttirin Jósabat tók Jóas, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, ið drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; har krógvaði Jósabat, dóttir Jóram kong, kona Jójada prest hon var jú systir Ahazja hann fyri Atalju, so hon fekk ikki dripið hann. Síðani var hann hjá teimum í húsi Guds og varð fjaldur har í seks ár, meðan Atalja ráddi í landinum. KAPITUL Framhald. Men sjeynda árið tók Jójada mót í seg og gjørdi sáttmála við nakrar av høvuðsmonnunum yvir Azarja, son Jeroham, Ísmael, son Jóhanan, Azarja, son Obed, Ma'aseja, son Adaja, og Elisafat, son Zikri. Teir ferðaðust so um í Juda og fingu saman úr øllum býum Juda Levitarnar og ættarhøvdingar Ísraels; og táið teir komu til Jerúsalem, gjørdi øll samkoman sáttmála við kongin í húsi Guds, og Jójada segði við teir: ?Sonur kong skal nú vera kongur, soleiðis sum HARRIN hevur sagt um synir Dávid. Soleiðis skulu tit gera: Ein triðingur av tykkum teir prestar og Levitar, ið taka við vaktartænastuni sabbatin skulu gera tænastu sum duravaktarar; ein triðingur skal vera í kongshøllini, og ein í Jesodportri; men fólkið skal alt vera í forgørðum húss HARRANS. Men inn í hús HARRANS má eingin koma uttan prestarnir og teir av Levitunum, sum gera tænastu; teir kunnu fara inn, tí teir eru heilagir; men alt hitt fólkið skal halda seg eftir tí, sum HARRIN hevur fyriskrivað. Levitarnir skulu fylkja seg rundan um kong, hvør maður við vápnum í hond, og tann, sum kemur inn í húsið, skal drepast; tit skulu vera hjá kongi, táið hann fer inn, og táið hann fer út.? Levitarnir og alt Juda gjørdu á allan hátt, sum Jójada prestur hevði sagt við teir; teir tóku hvør menn sínar, bæði teir, ið tóku við vaktini sabbatin, og teir, ið ikki skuldu halda vakt sabbatin; tí Jójada prestur hevði ikki lovað flokkunum heim. Og Jójada prestur fekk høvuðsmonnunum spjótini og hinar smáu og stóru skjøldirnar, ið Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi Guds. So fylkti hann alt fólkið, hvønn mann við vápnum í hond, rundan um kongin, frá sunnaru síðu hússins at norðaru síðu, yvir at altarinum og yvir ímóti húsinum. Nú leiddu teir kongasonin út, settu krúnuna á hann og fingu honum vitnisburðin; teir gjørdu hann til kong, og Jójada og synir hansara salvaðu hann og róptu: ?Kongurin livi!? Táið Atalja hoyrdi gangin av fólkinum, ið leyp fram og rópti, konginum til heiður, fór hon inn í hús HARRANS til fólkið. Har sá hon kongin standa við súlu sína við inngangin; høvuðsmenninir og lúðurblásararnir stóðu hjá honum, og øll mannamúgvan var glað og blásti í lúðrarnar; sangararnir vóru eisini har við ljóðførum sínum og leiddu lovsongin. Tá skræddi Atalja klæði síni og rópti: ?Samansvørjing! Samansvørjing!? Men Jójada prestur læt høvuðsmenninar, teir, ið settir vóru yvir herin, fara út, og segði við teir: ?Leiðið hana út millum røðini, og kemur onkur aftan á henni, so skal hann verða høgdur niður!? Tí presturin hevði sagt: ?Tit mugu ikki drepa hana í húsi HARRANS!? Teir tóku hana tá; og táið hon kom, hagar sum gingið verður um Rossaportur inn í kongshøllina, drópu teir hana. Men Jójada prestur gjørdi sáttmála millum seg og alt fólkið og kongin, at tey skuldu vera fólk HARRANS. Síðani fór alt fólkið inn í hús Ba'als, og teir rivu tað niður; altar og myndir hansara soraðu teir sundur, og Mattan, prest Ba'als, drópu teir fyri altarunum. Síðani setti Jójada menn at halda vakt við hús HARRANS; hetta leit hann hinum levitisku prestunum upp í hendur at gera, teimum, ið Dávid hevði skift sundur í flokkar til at gera tænastu í húsi HARRANS, til at ofra HARRANUM brennioffur soleiðis sum skrivað er í Móselóg við gleði og songi, eftir sum Dávid hevði fyriskrivað. Hann setti eisini duravaktararnar við portur húss HARRANS, fyri at eingin, sum á onkun hátt var óreinur, skuldi koma inn hagar. Síðani tók hann við sær høvuðsmenninar yvir stórmenninar og yvirmenn fólksins og alla mannamúgvuna; og teir leiddu kongin oman úr húsi HARRANS og fóru um Ovara Portur inn í kongshøllina og settu kongin í kongahásætið. Øll mannamúgvan var glað, og staðurin var kvirrur. Men Atalju høvdu teir høgt niður. KAPITUL Jóas Jóas var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Zibja og var úr Be'erseba. Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, so leingi sum Jójada prestur livdi. Jójada tók honum tvær konur, og hann fekk synir og døtur. Síðani setti Jóas sær fyri at væla um hús HARRANS. Hann stevndi saman prestunum og Levitunum og segði við teir: ?Ferðist um í býum Juda og savnið inn pening frá øllum Ísrael til at væla um hús Guds tykkara fyri, eftir sum neyðugt er ár eftir ár men tit mugu skunda tykkum við hesum!? Men Levitarnir skundaðu sær ikki við tí. Tá sendi kongurin boð eftir Jójada, høvuðsprestinum, og segði við hann: ?Hví hevur tú ikki havt eyguni eftir Levitunum, at teir koma við skattinum úr Juda og Jerúsalem, sum álagdur er av tænara HARRANS Mósesi, og sum samkoma Ísraels skal lata til vitnisburðartjaldið? Tí synir hina gudleysu Atalju hava oytt hús Guds; ja, um tað so eru halgigávurnar í húsi HARRANS, hava teir nýtt tær til Ba'alarnar.? Kongurin segði nú við teir at gera kistil og seta hann uttan fyri portur húss HARRANS. Síðani varð kunngjørt í Juda og Jerúsalem, at skatturin, ið tænari Guds Móses í oyðimørkini hevði álagt Ísrael, skuldi verða latin til HARRAN. Tá komu allir høvdingarnir og alt fólkið við peninginum og tað við gleði og løgdu hann í kistilin, inntil alt var komið inn. Hvørja ferð Levitarnir bóru kistilin inn til umsjónarmenn kongsins, og teir sóu, at nógvur peningur var í honum, komu skrivari kongsins og umsjónarmaður høvuðsprestsins og tømdu hann; síðani bóru teir hann aftur, hagar sum hann átti at standa. Hetta gjørdu teir dag eftir dag og savnaðu soleiðis hópin av peningi. So lótu kongurin og Jójada teir, ið stóðu fyri arbeiðinum við hús HARRANS, fáa peningin; og teir bóðu steinhøggarar og træsmiðir til at væla um hús HARRANS, og jarnsmiðir og koparsmiðir, eisini til at væla um hús HARRANS. Teir, ið stóðu fyri arbeiðinum, fóru nú undir tað, og umvælingin gekk fram undir hondum teirra; teir settu hús Guds í stand aftur eftir málinum, ið tað átti at hava, og gjørdu tað sterkt. Táið teir vóru lidnir, bóru teir konginum og Jójada tað, ið eftir var av peninginum, og hann læt úr honum gera amboð til hús HARRANS, amboð til tænastuna og ofringina og skálir og gull- og silvuríløt. Og so leingi sum Jójada livdi, vórðu altíð ofrað brennioffur í húsi HARRANS. Men Jójada varð gamal og mettur av døgum og doyði; hann var ár, táið hann doyði. Teir jarðaðu hann í Dávidsstaði hjá kongunum, við tað at hann hevði gjørt væl móti Ísrael og móti Gudi og húsi Hansara. Men eftir at Jójada var deyður, komu høvdingar Juda og kastaðu seg niður fyri konginum;* tá eftirlíkaði kongurin teimum, og teir vendu húsi HARRANS Guds fedra sína bakið og dýrkaðu Asjerurnar og hinar avgudarnar. Tá kom vreiði yvir Juda og Jerúsalem fyri hetta misbrot teirra. HARRIN sendi profetar millum teirra at leiða teir aftur til Sín; og teir ámintu teir, men teir lurtaðu ikki eftir teimum. Nú kom Andi Guds yvir Zakarias prest, son Jójada, og hann steig fram fyri fólkið og segði við tey: ?So sigur Gud: Hví bróta tit boð HARRANS? Tað verður tykkum ikki gott! Aftur fyri at tit hava vent HARRANUM bakið, skal Hann venda tykkum bakið!? Men teir svóru seg saman ímóti honum og steinaðu hann eftir boði kongsins í forgarði húss HARRANS. Jóas kongur mintist ikki kærleikan, ið Jójada, faðir hansara, hevði víst honum, men læt sonin drepa. Men í tí hann doyði, rópti hann: ?HARRIN sær hetta og skal hevna tað!? Og táið árið var úti, kom Áramearaherurin móti honum; teir komu til Juda og Jerúsalem, týndu allar høvdingar fólksins og sendu konginum í Damaskus allan herfongin, sum teir tóku. Tóat Áramearaherurin, ið kom, var lítil, gav HARRIN ógvuliga stóran her í hendur teirra aftur fyri at tey høvdu vent HARRANUM Gudi fedra sína bakið. Soleiðis fullførdu teir revsidómin yvir Jóas. Og táið teir fóru frá honum tí teir lótu hann eftir í svárari pínu svóru tænarar hansara seg saman móti honum og drópu hann í song hansara, aftur fyri at hann hevði dripið synir Jójada prest. Soleiðis doyði hann, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði, men ikki í kongagrøvunum. Teir, ið svóru seg saman móti honum, vóru Zabad, sonur Simat hina ammonitisku, og Józabad, sonur Simrit hina móabitisku. Um synir hansara og tey mongu profetorð, ið talað vórðu móti honum, og um, hvussu hús Guds aftur varð fingið í stand, um hetta er skrivað í ?Útlegging Kongabókarinnar.? Sonur hansara Amazja tók ríkið eftir hann. KAPITUL Amazja. Amazja var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jóaddan og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, tó ikki av heilum hjarta. Táið kongadømið var vorðið fast í hond hansara, læt hann drepa teir av tænarum sínum, sum høvdu dripið kongin, faðir hansara. Men børn teirra læt hann ikki drepa; hann gjørdi eftir tí, sum skrivað er í lógini, í Mósebók, har sum HARRIN hevur givið hetta boð: ?Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; nei, ein og hvør skal doyggja fyri sína egnu synd.? Síðani stevndi Amazja Judamonnum saman og læt teir standa eftir fedrahúsum teirra undir høvuðsmonnunum yvir og høvuðsmonnunum yvir í øllum Juda og Benjamin; táið hann taldi teir frá tjúguáraaldri og uppeftir, fekk hann at vita, at teir vóru útvaldir menn, vandir hermenn, sum bóru spjót og skjøld. Haraftrat leigaði hann í Ísrael raskar hermenn fyri talentir av silvuri. Men gudsmaður kom til hansara og segði: ?Lat ikki Ísraelsher fara við tær, kongurin! Tí HARRIN er ikki við Ísrael, ikki við nøkrum Efra'imiti. Men halt tú avstað ger tað og far við góðum áræði í bardagan! Annars skal Gud lata teg falla fyri fíggindanum; tí Gud er mentur bæði at hjálpa og at lata falla.? Amazja spurdi gudsmannin: ?Hvat tá hinar talentirnar av silvuri, ið eg havi latið herfólkið úr Ísrael fáa?? Gudsmaðurin svaraði: ?HARRIN er mentur at geva tær mangan meiri enn tað!? Tá skilti Amazja herfólkið frá, sum komið var til hansara úr Efra'im, og læt teir fara heimaftur. Men teir vórðu so fúkandi illir inn á Juda um hetta og fóru heim í brennandi vreiði. Men Amazja tók mót í seg, helt avstað við fólki sínum og kom til Saltdal; har høgdi hann niður mans av Se'iritum; harumframt hertóku Judamenn livandi, fóru niðan á eina egg við teimum og stoyttu teimum oman haðani, so teir allir soraðust sundur. Men teir, sum hoyrdu til flokkin, ið Amazja hevði sent heimaftur, so teir sluppu ikki við honum í bardagan, gjørdu álop á býir Juda, frá Samaria líka til Bet-Horon; og teir høgdu niður av teimum, ið har búðu, og tóku nógvan fong. Táið Amazja hevði vunnið sigur á Edomitum og so var komin heimaftur, hevði hann gudar Se'irita við sær og setti sær teir upp til gudar; og hann kastaði seg niður fyri teimum og brendi roykilsi fyri teimum. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Amazja, og Hann sendi til hansara profet, sum segði við hann: ?Hví leitar tú til gudarnar hjá hesum fólki, teir, ið ikki hava frelst sítt egna fólk av hond tíni?? Men táið hann segði hetta við hann, svaraði hann honum: ?Hava vit sett teg til ráðgevara kongsins! Sig ikki meir, so satt sum tú ikki vilt verða dripin!? Profeturin gavst tá og segði: ?Eg dugi at síggja, at Gud hevur í huga at forkoma tær, síðani tú bert teg so at og lurtar ikki eftir ráðum mínum.? Amazja kongur í Juda helt nú ráð og sendi síðani boð til Jóas ísraelskong, son Jóahaz, son Jehu, og læt siga: ?Kom, lat okkum royna, hvør ið sterkari er!? Men Jóas kongur í Ísrael sendi Amazja kongi í Juda hetta aftursvar: ?Tistilin á Libanon sendi boð til sedristræið á Libanon og læt siga: ?Lat son mín fáa dóttur tína til konu!? Men tey villu dýrini á Libanon komu rennandi og traðkaðu tistilin niður. Tú hugsar: ?Eg havi vunnið Edom!? og tí er hjarta títt vorðið stórt og vil vinna enn meiri heiður. Verð bert heima! Hví vilt tú bjóða vanlukkuni av, tær sjálvum og Juda til fall?? Men Amazja lurtaði ikki eftir honum; tað var Gud, ið stýrdi tí so; Hann vildi geva teir í fíggindahendur, aftur fyri at teir høvdu leitað til gudar Edoms. Tá helt Jóas kongur í Ísrael avstað, og við Bet-Semes, sum hoyrir til Juda, royndu hann og Amazja kongur í Juda, hvør ið sterkari var. Men Juda lá undir fyri Ísrael, og teir flýddu, hvør heim til sín sjálvs. Amazja kong í Juda, son Jóas, son Jóahaz, hann hertók Jóas kongur í Ísrael við Bet-Semes og fór til Jerúsalem við honum. Hann breyt niður alin av múri Jerúsalems, frá Efra'imsportri til Hornsportur. Síðani tók hann alt gullið og silvurið og øll íløtini, sum vóru í húsi Guds hjá Obed-Edom, og skattir kongshallarinnar; gíslar tók hann eisini og fór so aftur til Samaria. Men Amazja, sonur Jóas, kongurin í Juda, livdi ár, eftir tað at Jóas, sonur Jóahaz, kongurin í Ísrael, var deyður. Tað, ið annars er at siga um Amazja, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í bókini um kongar Juda og Ísraels. Men frá tí at Amazja fall frá HARRANUM, gjørdu teir samansvørjing móti honum í Jerúsalem; hann flýddi til Lakis, men teir sendu menn aftan á honum til Lakis og drópu hann har. So fluttu teir hann á hestum haðani og jarðaðu hann hjá fedrum hansara í Judabýi. KAPITUL Uzzias. Tá tók alt fólkið í Juda og gjørdi Uzzias, sum tá var ár, til kong eftir Amazja, faðir hansara. Hann gjørdi Elot til víggirdan stað og vann Juda tað aftur, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum. Uzzias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jekilja og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Amazja, faðir hansara, hevði gjørt. Hann søkti Gud, so leingi sum Zakarias livdi, hann, ið dugdi á at skyna sjónum Guds. Og so leingi sum hann søkti HARRAN, læt Gud honum gangast væl. Hann fór út í hernað móti Filistarum og reiv niður býmúrarnar um Gat, Jabne og Asdod; og hann bygdi býir nærhendis Asdod og aðrastaðni í Filistaralandi. Gud hjálpti honum móti Filistarum, móti Arabarunum, sum búðu í Gur-Ba'al, og móti Me'unitum. Ammonitar komu við gávum til Uzzias, og navn hansara varð gitið líka til Egyptalands; tí hann fekk ovurhonds stórt vald. Uzzias bygdi torn í Jerúsalem við Hornsportur, við Dalsportur og við Hornið og gjørdi soleiðis hesi støð føst og sterk. Hann bygdi eisini torn í oyðimørkini og læt høgga út nógvar brunnar; tí hann átti nógv av fæi, bæði í láglendinum og á slættanum, og hann hevði akurmenn og víngarðsmenn í fjøllunum og á Karmel; tí hann hevði óføran hug til landbúnað. Uzzias hevði eisini krígsvandan her, sum í flokkum fór út í hernað, eftir at Je'uel ríkisskrivari og Ma'aseja umsjónarmaður høvdu kannað og talt teir undir formansskapi Hananja, eins høvdinga kongsins. Fulla tal hinna røsku hermanna, ið vóru ættarhøvdingar, var Undir teimum stóð krígsherur, mans, sum gjørdu hertænastu við mátti og dirvi og hjálptu konginum móti fíggindanum. Allan henda her læt Uzzias fáa skjøldir, spjót, hjálmar, brynjur, bogar og sleingisteinar. Í Jerúsalem læt hann gera snilt upphugsaðar krígsmaskinur, sum skuldu setast á tornini og múrhornini til at skjóta við pílum og stórum steinum. Og navn hansara varð gitið víða um; tí hann fekk hjálp á undurfullan hátt, so hann fekk ógvuliga stórt veldi. Men táið hann hevði fingið hetta stóra vald, gjørdist hjarta hansara hugmóðigt, so hann misbreyt seg; hann var HARRANUM Gudi sínum ólýðin og fór inn í halgidóm HARRANS at brenna roykilsi á roykilsisaltarinum. Men Azarja prestur fór inn aftan á honum og við honum av prestum HARRANS, djarvir menn. Teir stigu upp móti Uzziasi kongi og søgdu við hann: ?At ofra HARRANUM roykilsi hoyrir ikki tær til, Uzzias, men prestunum, sonum Áron, sum eru halgaðir til at ofra roykilsi. Far út úr halgidóminum! Tí tú hevur verið ólýðin, og tú fært ongan heiður av tí fyri Gudi HARRANUM.? Tá kom ilt í Uzzias. Hann hevði roykilsisílat í hondini og skuldi júst fara at brenna roykilsi; men í tí øðin kom í hann móti prestunum, breyt spitalskan út á pannu hansara, har hann stóð framman fyri prestarnar í húsi HARRANS við roykilsisaltarið, so at táið Azarja høvuðsprestur og allir prestarnir vendu sær móti honum, sóu teir, at hann var spitalskur á pannuni. Tá róku teir hann við skundi burtur haðani, og hann var heldur ikki seinur sjálvur at sleppa sær út, við tað at HARRIN hevði sligið hann. Uzzias kongur var tá spitalskur líka til deyðadag sín; og hann búði sum spitalskur í húsi fyri seg sjálvan; tí í hús HARRANS slapp hann ikki. Sonur hansara Jótam stóð fyri kongshøllini og dømdi fólkið í landinum. Tað, ið annars er at siga um Uzzias, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, hevur Esaias profetur, sonur Amoz, skrivað upp. So legðist Uzzias til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hansara í grevstrinum, sum kongarnir áttu; tí teir søgdu: ?Hann var spitalskur!? Sonur hansara Jótam tók ríkið eftir hann. KAPITUL Jótam. Jótam var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jerúsa og var dóttir Zadok. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Uzzias, faðir hansara, hevði gjørt og hann fór ikki inn í halgidóm* HARRANS. Men atburður fólksins var ringur við sama lagi. Hann læt reisa Ovara Portur á húsi HARRANS, og at Ofelsmúri bygdi hann nógv. Hann reisti eisini býir í Judafjøllum, og í skógunum bygdi hann borgir og torn. Hann bardist við ammonitakongin og vann sigur á teimum, so at Ammonitar noyddust tað árið at geva honum talentir av silvuri, kor av hveiti og kor av byggi; eisini annað og triðja árið noyddust Ammonitar at lata hann fáa hetta sama. Soleiðis fekk Jótam stórt vald av tí at hann trúliga gekk leið sína fyri ásjón HARRANS Guds síns. Tað, ið annars er at siga um Jótam, um allar bardagar hansara og alt, ið hann tók sær fyri, er skrivað í bókini um kongar Ísraels og Juda. Hann var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. So legðist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði. Sonur hansara Akaz tók ríkið eftir hann. KAPITUL Akaz. Akaz var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum HARRANS, soleiðis sum faðir hansara Dávid; nei, hann gekk somu leiðir sum ísraelskongar og læt enntá gera Ba'alunum stoyptar myndir. Hann brendi roykilsi í Hinnomssonardali og læt synir sínar ganga gjøgnum eldin, eftir teimum viðurstyggiligu siðum fólkanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. Hann ofraði og brendi roykilsi á heyggjunum og hæddunum og undir hvørjum grønum træi. Tí gav HARRIN Gud hansara hann í hendur áramskongs, og teir vunnu sigur á honum og fluttu nógv av fólki hansara sum fangar til Damaskus. Hann varð eisini givin í hendur ísraelskongs, sum vann stóran sigur á honum. Peka, sonur Remalja, drap mans í Juda ein dag, allir vápnaførir menn tí tey høvdu vent HARRANUM Gudi fedra sína bakið. Og Zikri, kappi úr Efra'im, drap kongasonin Ma'aseja, Azrikam hallarstjóra og Elkana, sum næstur gekk konginum. Ísraelsmenn fluttu burt frá brøðrum sínum fangar konur, synir og døtur; teir tóku eisini ógvuliga stóran fong frá teimum og fóru til Samaria við tí. Men har var ein profetur HARRANS, ið æt Oded; hann fór út móti herinum, táið hann kom til Samaria, og segði við teir: ?Hoyrið! Í vreiði Síni móti Juda hevur HARRIN Gud fedra tykkara givið teir í hendur tykkara; men tit hava høgt teir niður í slíkari øði, at hon røkkur líka til himmals! Og nú ætla tit at tvinga fólkið úr Juda og Jerúsalem at vera trælir og trælkvinnur hjá tykkum! Eru tit ikki sjálvir nóg skuldartyngdir fyri HARRANUM Gudi tykkara! Lurtið tí nú eftir mær og latið fangarnar, ið tit hava flutt burt frá brøðrum tykkara, sleppa heimaftur! Tí brennandi vreiði HARRANS er yvir tykkum.? Tá stigu nakrir høvdingar Efra'imita fram fyri teir, ið komu úr bardaganum tað vóru Azarja, sonur Jóhanan, Berekja, sonur Mesillemot, Hizkia, sonur Sallum, og Amasa, sonur Hadlai og teir søgdu við teir: ?Tit koma ikki inn higar við fangunum! Tit munnu ætla at økja um syndir og misbrot okkara og soleiðis til lítar draga skyld oman yvir okkum fyri HARRANUM! Men skyld okkara er ivaleysa stór longu, og brennandi vreiði er yvir Ísrael!? Tá sleptu hermenninir fangunum og lótu fongin frá sær, fyri eygum høvdinganna og alrar samkomunnar. Og hesir menn, ið nevndir eru við navni, komu og tóku fangarnar; øllum teimum, ið nakin vóru millum teirra, góvu teir klæði av herfonginum; teir lótu tey fáa bæði klæði og skógvar, bæði mat og drekka, og salvaðu tey; øll tey, ið ikki vóru ment at ganga, settu teir á esil og fóru við teimum til Jeriko, Pálmastaðin, til brøður teirra. Síðani fóru teir sjálvir heimaftur til Samaria. Um hesa tíðina sendi Akaz kongur boð til kongarnar í Assýria og bað teir um hjálp. Tí aftrat øllum øðrum komu Edomitar og vunnu sigur á Judamonnum og fluttu burtur fangar. Og Filistarar brutu seg inn í býir Juda, bæði í láglendinum og í Suðurlandinum, og tóku Bet-Semes, Ajalon og Gederot, somuleiðis Soko við smábýunum har rundanum, Timna við smábýunum har rundanum og Gimzo við smábýunum har rundanum; og teir búsettust har. Tí HARRIN eyðmýkti Juda fyri tað, ið Akaz kongur í Ísrael hevði gjørt, hann, sum hevði volt óskil í Juda og verið trúleysur móti HARRANUM. So kom Tilgat-Pilneser kongur í Assýria móti honum og kom honum í neyð í staðin fyri at styðja hann. Tí hóast Akaz tók alt, sum var í húsi HARRANS og kongshøllini, og alt, ið høvdingarnir áttu, og læt kongin í Assýria fáa tað, batti tað honum einki. Og táið hann kom í neyð, bar hann seg enn trúleysari at móti HARRANUM hann, Akaz kongur; hann ofraði til gudarnar í Damaskus sum høvdu vunnið sigur á honum og segði: ?Við tað at gudar áramearakonganna hava hjálpt teimum, skal eg ofra til teirra fyri at fáa teir at hjálpa mær!? Men teir vórðu honum og øllum Ísrael til fall. Akaz savnaði eisini saman íløtini í húsi Guds og breyt gullið av teimum; hann stongdi dyrnar á húsi HARRANS, og hann gjørdi sær altar á hvørjum horni í Jerúsalem. Í hvørjum einum býi í Juda gjørdi hann heyggjar til at brenna roykilsi á fyri fremmandum gudum og eggjaði soleiðis HARRAN Gud fedra sína til vreiði. Tað, ið annars er at siga um hann og alt tað, ið hann tók sær fyri, bæði á fyrru og seinnu døgum sínum, er skrivað í bókini um kongar Juda og Ísraels. So legðist Akaz til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í staðnum í Jerúsalem; men teir vildu ikki leggja hann í kongagravir Ísraels. Sonur hansara Ezekias tók ríkið eftir hann. KAPITUL Ezekias. Hann óttast Gud, Templið verður reinsað, Ezekias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Abia og var dóttir Zakarja. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum faðir hansara Dávid hevði gjørt. Í fyrsta mánaði, fyrsta árið ið hann sat við stýrið, læt hann upp dyrnar á húsi HARRANS og vældi um tær. So sendi hann boð eftir prestunum og Levitunum og savnaði teir saman á tí opna plássinum fyri eystan. Hann segði við teir: ?Hoyrið meg, Levitar! Halgið nú tykkum sjálvar, og halgið hús HARRANS Guds fedra tykkara, og fáið óreinskuna út úr halgidóminum! Tí fedrar okkara hava borið seg trúleyst at, gjørt tað, sum ónt er í eygum HARRANS Guds okkara, og eru farnir burtur frá Honum; teir hava vent andliti sínum burtur frá tabernakli HARRANS og vent Honum bakið. Teir hava eisini stongt dyr forsalsins, sløkt lampurnar, ikki brent roykilsi og ikki ofrað Gudi Ísraels brennioffur í halgidóminum. Tí er vreiði HARRANS komin yvir Juda og Jerúsalem, og Hann hevur givið tey upp at verða illa viðfarin, til oyðing og spott soleiðis sum tit við egnum eygum síggja. Tí eru fedrar okkara falnir fyri svørði, og synir, døtur og konur okkara eru flutt burtur sum fangar fyri hetta. Nú havi eg í huga at gera sáttmála við HARRAN Gud Ísraels, so brennandi vreiði Hansara kann vendast burtur frá okkum. Latið tí nú ikki íðinskap vanta hjá tykkum, synir mínir! Tí tykkum hevur HARRIN útvalt at standa fyri ásjón Síni og tæna Sær, at vera tænarar Sínar og brenna roykilsi fyri Sær.? Tá reistust hesir Levitarnir: Mahat, sonur Amasai, og Jóel, sonur Azarja, av eftirkomarum Kahatita; av Meraritum Kis, sonur Abdi, og Azarja, sonur Jehallelel; av Gersonitum Jóa, sonur Zimma, og Eden, sonur Jóa; av eftirkomarum Elizafans Simri og Je'uel; av eftirkomarum Asafs Zakarja og Mattanja; av eftirkomarum Hemans Jehuel og Sime'i, og av eftirkomarum Jedutuns Semaja og Uzziel. Teir fingu brøður sínar saman, halgaðu seg og fóru so inn at reinsa hús HARRANS soleiðis sum kongurin eftir orði HARRANS hevði givið boð um. Prestarnir fóru heilt inn í hús HARRANS at reinsa tað, og alla óreinskuna, ið teir funnu í templi HARRANS, bóru teir út í forgarð húss HARRANS; har tóku Levitarnir við henni og fóru út í Kidronsdal við henni. Tann fyrsta í fyrsta mánaði byrjaðu teir at halga, og tann áttanda í mánaðinum vóru teir komnir til forsal HARRANS; so halgaðu teir hús HARRANS í átta dagar, og tann sekstanda í fyrsta mánaði vóru teir lidnir. Síðani komu teir inn til Ezekias kong og søgdu: ?Vit hava reinsað alt hús HARRANS og brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðaborðið við øllum tí, ið til hoyrir. Og øll íløtini, ið Akaz kongur í trúloysi sínum hevði vanhalgað, meðan hann var kongur, hava vit sett í stand og halgað; nú standa tey framman fyri altari HARRANS.? Tíðliga morgunin eftir stevndi Ezekias kongur saman høvdingunum í býnum og fór niðan í hús HARRANS. So vórðu leiddir fram sjey tarvar, sjey veðrar, sjey lomb og sjey bukkar til syndoffur fyri ríkið, fyri halgidómin og fyri Juda; og hann gav sonum Áron, prestunum, boð um at ofra tað á altari HARRANS. Teir drópu nú tarvarnar, og prestarnir tóku við blóðinum og slettu tað á altarið; síðani drópu teir veðrarnar og slettu blóðið á altarið, og so drópu teir lombini og slettu blóðið á altarið. Nú leiddu teir syndoffurbukkarnar fram fyri kongin og samkomuna, og teir løgdu hendurnar á teir; síðani drópu prestarnir teir og slettu blóð teirra á altarið sum syndoffur, til at gera bót fyri alt Ísrael; tí kongurin hevði givið boð um, at brenniofrið og syndofrið skuldu vera fyri alt Ísrael. Levitarnar læt hann fara og standa í húsi HARRANS við skáltrummum, hørpum og sitarum soleiðis sum Dávid og Gad, síggjari kongsins, og Natan profetur høvdu fyriskrivað; tí tað var HARRIN, ið við profetum Sínum hevði givið hesa fyriskipan. Levitarnir stóðu so við ljóðførum Dávids, og prestarnir við lúðrunum. Síðani segði Ezekias, at brenniofrið skuldi verða ofrað á altarinum, og samstundis sum byrjað varð at ofra, byrjaðu eisini songur HARRANS og lúðrarnir at ljóða, og ljóðfør Dávids ísraelskongs stýrdu songinum. Øll samkoman kastaði seg niður, meðan songurin ljóðaði, og blást varð í lúðrarnar; og alt hetta vardi við, inntil liðugt var at ofra. Táið teir vóru lidnir at ofra, fullu teir á knæ, bæði kongurin og allir teir, ið har hjá honum vóru, og tilbóðu. Síðani søgdu Ezekias kongur og høvdingarnir, at Levitarnir skuldu lovsyngja HARRANUM við orðum Dávids og Asafs síggjara; og teir lovaðu Honum við gleði og boygdu seg niður og tilbóðu. Ezekias tók nú til orða og segði: ?Tit hava nú vígt tykkum til HARRAN; komið tí nú higar og farið við sláturofrum og takkofrum til hús HARRANS!? Tá kom samkoman við sláturofrum og takkofrum, og ein og hvør, ið var leiddur til tað av hjarta sínum, kom við brenniofrum. Talið á brenniofrunum, ið samkoman kom við, var: tarvar, veðrar og lomb; hetta var alt brennioffur til HARRAN. Takkofrini, ið fram vórðu borin, vóru: tarvar og kríatúr av smáfæi. Men prestarnir vóru ov fáir, so teir komust ikki út fyri at fletta øll brenniofrini; tí hjálptu brøður teirra, Levitarnir, teimum, inntil arbeiðið var liðugt, og inntil prestarnir høvdu halgað seg; tí Levitarnir høvdu víst seg rættsintari í at halga seg enn prestarnir. Umframt hetta var eisini mongd av brenniofrum, og hartil komu tey feitu stykkini av takkofrunum og drykkjuofrini, sum hoyrdu til brenniofrini. Soleiðis kom tænastan í húsi HARRANS í rættlag. Og Ezekias og alt fólkið gleddust um tað, ið Gud hevði gjørt fyri fólkið; tí so heilt knappliga kom alt hetta í lag. KAPITUL Páskirnar verða hildnar. Nú sendi Ezekias boð um í øllum Ísrael og Juda og skrivaði eisini brøv til Efra'im og Manasse, at tey skuldu koma til hús HARRANS í Jerúsalem og halda HARRANUM Gudi Ísraels páskir. Kongurin og høvdingar hansara og øll samkoman í Jerúsalem ráðløgdu um at halda páskir í øðrum mánaði; tí teir fingu ikki hildið tær við tað sama,* av tí at ikki nóg mangir prestar høvdu halgað seg enn, og fólkið var ikki samankomið í Jerúsalem. Kongurin og øll samkoman hildu hetta vera beint. Teir gjørdu tí av at lata boða um alt Ísrael, úr Be'erseba líka til Dan, at tey skuldu koma og halda HARRANUM Gudi Ísraels páskir í Jerúsalem; tí tey høvdu ikki hildið tær so fjølment, sum fyriskrivað var. Snarboðini fóru nú avstað við brøvunum frá konginum og høvdingum hansara; teir ferðaðust um í øllum Ísrael og Juda soleiðis sum kongurin hevði givið boð um og søgdu: ?Ísraelsmenn! Vendið við til HARRAN, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels, so Hann kann venda Sær til ta leivdina av tykkum, ið sloppin er undan hond kongsins í Assýria! Verið ikki sum fedrar og brøður tykkara, ið vóru HARRANUM Gudi fedra sína ótrúgvir, so Hann gav teir upp til undirgang sum tit sjálvir síggja! Verið nú ikki harðvunnir sum fedrar tykkara! Rættið HARRANUM hondina og komið til halgidóm Hansara, sum Hann hevur halgað til ævigar tíðir, og tænið HARRANUM Gudi tykkara, so brennandi vreiði Hansara kann vendast burtur frá tykkum! Tí so satt sum tit venda við til HARRAN, skulu brøður og synir tykkara finna miskunn hjá teimum, ið fluttu teir burtur, og koma aftur higar til landið; tí HARRIN Gud tykkara er náðigur og miskunnsamur; Hann skal ikki venda ásjón Síni frá tykkum, so satt sum tit venda við til Hansara.? Snarboðini ferðaðust tá um úr einum býi í annan í Efra'ims- og Manasselandi og líka til Zebulon; men tey flentu bert at teimum og hildu teir fyri spott. Nøkur fá vóru tó í Aser, Manasse og Zebulon, sum eyðmýktu seg og komu til Jerúsalem. Eisini í Juda virkaði hond Guds, so Hann unti teimum at vera samsint um at gera tað, ið kongurin og høvdingarnir eftir orði HARRANS høvdu givið boð um. Soleiðis kom nú saman í Jerúsalem hópur av fólki at halda høgtíð hinna ósúrgaðu breyða í øðrum mánaði óføra stór samkoma. Fyrst fingu teir burtur altarini, sum í Jerúsalem vóru; eisini øll roykilsisíløtini beindu teir burtur og kastaðu tey í Kidronsløk. Síðani drópu teir páskalambið tann fjúrtanda í øðrum mánaði; tá beit skommin á prestunum og Levitunum, so teir halgaðu seg og fóru til hús HARRANS við brenniofrunum. Teir fóru og stóðu, har sum teir eftir lóg gudsmansins Mósesar áttu at standa, soleiðis sum teimum var fyriskrivað, og prestarnir slettu blóðið sum Levitarnir rættu teimum. Tí har vóru nógvir í samkomuni, sum ikki høvdu halgað seg; tí noyddust Levitarnir at drepa páskalombini fyri allar teir, ið ikki vóru reinir, og soleiðis halga HARRANUM tey. Tí hópur av fólkinum mong úr Efra'im, Manasse, Issakar og Zebulon høvdu ikki reinsað seg, men ótu páskalambið, øðrvísi enn fyriskrivað var; men Ezekias bað fyri teimum og segði: ?HARRIN, hin góði, fer at fyrigeva einum og hvørjum, sum av øllum hjarta sínum hevur vent sær til at søkja Gud HARRAN, Gud fedra sína um hann nú ikki er reinur, soleiðis sum halgidómurin krevur tað!? HARRIN bønhoyrdi Ezekias og grøddi fólkið. Teir av Ísraelsmonnum, sum staddir vóru í Jerúsalem, hildu tá høgtíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar við stórari gleði; dag eftir dag lovaðu prestarnir og Levitarnir HARRANUM við ljóðførum, ið prísaðu mátti HARRANS. Ezekias talaði blídliga við allar Levitarnar, ið høvdu víst serligan dugnaskap í tænastu HARRANS; og í sjey dagar ótu teir hátíðarofrið, ofraðu takkoffur og lovaðu HARRANUM Gudi fedra sína. So kom øll samkoman ásamt um at halda høgtíð sjey dagar aftrat; tey hildu tá við gleði høgtíð sjey dagar enn. Tí Ezekias kongur í Juda gav samkomuni tarvar og kríatúr av smáfæi; og høvdingarnir góvu samkomuni tarvar og kríatúr av smáfæi. Tá halgaðu mangir prestar seg. Øll judasamkoma var nú glað, somuleiðis prestarnir, Levitarnir og øll tey av Ísrael, ið saman vóru komin, og hini fremmandu, ið komin vóru úr Ísraelslandi, ella sum búðu í Juda. Gleðin var stór í Jerúsalem; tí slíkt hevði ikki hent í Jerúsalem, síðani Sálomo, sonur Dávid, var kongur í Ísrael. Hinir levitisku prestar reistust so og signaðu fólkið; og rødd teirra varð hoyrd, bøn teirra náddi til Himmals, til heilaga bústað Hansara. KAPITUL Ezekias skipar fyri viðvíkjandi prestum og Levitum. Hann søkir Harran, og honum gongst væl. Táið teir nú vóru lidnir við alt hetta, fóru allir Ísraelsmenn, ið har vóru staddir, út í býir Juda; teir brutu sundur minnissteinarnar, høgdu sundur Asjerurnar og rivu niður offurheyggjarnar og altarini í øllum Juda og Benjamin og í Efra'im og Manasse, inntil einki var eftir av teimum; síðani fóru allir Ísraelsmenn heimaftur í býir sínar, ein og hvør til ogn sína. So setti Ezekias presta- og levitaflokkarnar, eftir flokkaskipan teirra hvønn eftir presta- ella levitatænastu hansara við brennioffur ella takkoffur til at tæna og takka og lovsyngja í portrum tilhalds HARRANS. Tað, ið kongurin gav av ogn síni, var til brenniofrini morgun- og kvøldbrenniofrini og brenniofrini sabbatarnar, sólkomudagarnar og á høgtíðunum soleiðis sum skrivað stendur í lóg HARRANS. Og hann segði við fólkið, sum búði í Jerúsalem, at tey skuldu lata prestarnar og Levitarnar fáa tað, ið teir skuldu hava, so teir fingu hildið fast við lóg HARRANS. Táið hetta boð kom út, komu Ísraelsmenn við ivaleysa nógvum frumgróðri av bæði korni, víni, olju, hunangi og allari aðrari grøði markarinnar; og tey komu við ivaleysa nógvari tíggjund av øllum. Teir Ísraelsmenn og Judamenn, sum búðu í býum Juda, komu eisini við tíggjund av neytum og smáfæi, somuleiðis við tíggjund av halgigávunum ið halgaðar vóru HARRANUM Gudi teirra og løgdu rúgvu hjá rúgvu. Í triðja mánaði byrjaðu tey at dunga saman rúgvurnar, og í sjeynda mánaði vóru tey liðug við tað. Táið tá Ezekias og høvdingarnir komu og sóu rúgvurnar, prísaðu teir HARRANUM og fólki Hansara, Ísrael. Og táið Ezekias nú spurdi prestarnar og Levitarnar um rúgvurnar, svaraði Azarja av ætt Zadoks, høvuðspresturin: ?Síðani tey byrjaðu at koma við gávum til hús HARRANS, hava vit etið okkum mett og fingið ríkligt til avlops; tí HARRIN hevur signað fólk Sítt, so vit hava fingið alt hetta ríkidømi til avlops.? Ezekias gav tá boð um at gera kømur í húsi HARRANS; og táið tað var gjørt, kom fólkið trúliga við frumgróðrinum, tíggjundini og halgigávunum og legði hetta inn hagar. Konanja Levitur hevði umsjón yvir hesum, og honum næstur var bróðir hansara Sime'i. Men Jehiel, Azazja, Nahat, Asael, Jerimot, Józabad, Eliel, Jismakja, Mahat og Benaja vóru umsjónarmenn undir Konanja og bróður hansara Sime'i eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja, høvuðsmans yvir húsi Guds. Kore Levitur, sonur Jimna, duravaktarin fyri eystan, hevði umsjón yvir hinum sjálvkravdu gávum, ið latnar vórðu til Gud, og skuldi býta út offurgávur HARRANS og hinar háheiløgu gávur. Undir honum stóðu Eden, Minjamin, Jesua, Semaja, Amarja og Sekanja; teir skuldu vera álitismenn í prestabýunum og býta út gávurnar til brøður sínar eftir flokkum teirra, bæði til stórar og smáar. Undantiknir frá hesum vóru allir av mannkyni, frá tríáraaldri og uppeftir, sum vóru uppskrivaðir á ættarlistarnar, og sum komu til hús HARRANS at fáa, hvønn dag tað, ið teimum tørvaði tann dagin, undir tænastuni, ið teir høvdu at gera eftir flokkum sínum. Prestarnir vóru uppskrivaðir á listarnar eftir fedrahúsum sínum, og Levitarnir frá tjúguáraaldri og uppeftir eftir tí, sum teir høvdu at ansa eftir í flokkum sínum. Teir skuldu eisini býta út gávurnar til teirra, ið uppskrivað vóru av smábørnum, konum, sonum og døtrum teirra, so mong sum tey vóru; tí við trúskapi halgaðu teir seg til tænastu sína. Fyri teir av sonum Áron, prestunum, ið búðu á markunum rundan um býir sínar, vóru í hvørjum býi nakrir menn nevndir við navni sum skuldu býta út til alt mannkyn millum prestarnar tað, ið teir skuldu hava, og somuleiðis til allar teir av Levitunum, ið uppskrivaðir vóru á ættarlistarnar. Soleiðis gjørdi Ezekias í øllum Juda, og hann gjørdi tað, sum gott, rætt og satt var í eygum HARRANS Guds hansara. Og alt tað, ið hann tók sær fyri søkjandi Gud sín viðvíkjandi tænastuni í húsi Guds ella lógini og boðnum gjørdi hann av øllum hjarta sínum, og tað eydnaðist honum. KAPITUL Sankerib herjar á Juda, Ezekias sjúkur og grøddur, Er ríkur og ærdur, Doyr, Eftir hesar hendingar og henda trúskap kom Sankerib kongur í Assýria og trongdi seg inn í Juda; hann kringsetti teir víggirdu staðirnar og ætlaði at leggja teir undir seg. Táið Ezekias fekk at vita, at Sankerib var komin og hevði í huga at gera álop á Jerúsalem, ráðførdi hann seg við høvdingar og kappar sínar um at typpa fyri vatninum í keldunum uttan fyri býin. Og teir hjálptu honum; nógv fólk kom saman, og teir typtu allar keldurnar og løkin, ið rann mitt gjøgnum landið; tí teir søgdu: ?Hví skulu assýriakongar finna so nógv vatn, táið teir koma!? Síðani tók hann mót í seg og laðaði upp aftur alt tað av múrinum, ið niður var rivið laðaði hann upp líka at tornunum. Uttanfyri reisti hann ein annan múr, og hann víggirdi Millo í Dávidsbýi og læt gera hóp av kastivápnum og skjøldum. Síðani setti hann herhøvdingar yvir herfólkið, stevndi teimum til sín á torginum við býportrið og talaði hesi orð til teirra fyri at seta mót í teir: ?Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist ikki kongin í Assýria og allan herin, ið hann hevur við sær! Tí við okkum er ein størri enn við honum; við honum er armur av holdi, men við okkum er HARRIN Gud okkara, og Hann skal hjálpa okkum og berjast fyri okkum.? Og fólkið leit á tað, ið Ezekias kongur í Juda segði. Síðani sendi Sankerib kongur í Assýria sum sjálvur við øllum heri sínum stóð við Lakis tænarar sínar til Jerúsalem, til Ezekias kong í Juda, og til allar Judamenn, sum í Jerúsalem vóru, og læt siga: ?So sigur Sankerib kongur í Assýria: ?Hvat er tað, ið tit líta á, síðani tit verða sitandi innistongdir í Jerúsalem? Ezekias villleiðir tykkum jú bert og letur tykkum so doyggja í hungri og tosta táið hann sigur: ?HARRIN Gud okkara skal frelsa okkum av hondum assýriakongs!? Hevur hesin Ezekias ikki tikið burtur offurheyggjar og altar Hansara og sagt við Juda og Jerúsalem: ?Bert framman fyri einum altari skulu tit tilbiðja, og á tí skulu tit brenna roykilsi!? Vita tit ikki, hvat eg havi gjørt, eg og fedrar mínir, við fólkini í øllum londunum? Munnu gudarnir, sum fólkini í londunum dýrka, hava verið mentir at frelsa lond síni undan hond míni! Hvør av øllum gudunum hjá hesum fólkum, ið fedrar mínir hava beint fyri, hevur verið mentur at frelsa fólk sítt undan hond míni! Og so skuldi Gud tykkara verið mentur at frelst tykkum undan hond míni! Latið tí nú ikki Ezekias fáa svikið tykkum! Latið hann ikki soleiðis villleiða tykkum! Trúgvið honum ikki! Tí eingin gudur hjá nøkrum fólki ella ríki hevur verið mentur at frelsa fólk sítt undan hond míni ella hond fedra mína, og mangan minni verða Gudar tykkara mentir at frelsa tykkum undan hond míni!?? Og meiri enn søgdu tænarar hansara móti Gudi HARRANUM og móti tænara Hansara Ezekiasi. Hann skrivaði eisini bræv til at háða HARRAN Gud Ísraels og tala ímóti Honum; í tí stóð: ?Líka lítið sum gudar fólkanna í øllum londum hava frelst fólk síni undan hond míni, líka lítið skal Gud Ezekiasar frelsa fólk Sítt undan hond míni!? Og teir róptu hart á judeiskum máli á fólkið í Jerúsalem, sum á múrinum stóð, fyri at gera teir ræddar og loypa ótta á teir, so teir fingu tikið býin. Teir tosaðu um Gud Jerúsalems á sama hátt sum um gudar fólkanna á jørðini, teir, sum eru verk, ið menniskjahendur hava gjørt. Táið Ezekias kongur og Esaias profetur, sonur Amoz, hoyrdu hetta, bóðu teir og róptu til Himmals. Og HARRIN sendi eingil, sum drap allar kappar, høvuðsmenn og herhøvdingar í heri assýriakongs, so at hann við skomm noyddist at fara heimaftur í land sítt. Og einaferð ið hann fór inn í hús guds síns, høgdu nakrir av hansara egnu sonum hann niður har við svørði. Soleiðis frelsti HARRIN Ezekias og fólkið í Jerúsalem undan hond Sankeribs kongs í Assýria, og undan hond alra annara; og Hann gav teimum frið allar vegir. Og mangir komu til Jerúsalem við gávum til HARRAN og við dýrum lutum til Ezekias kong í Juda; hann var eftir hetta nógv ærdur millum øll fólk. Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá bað hann til HARRAN, og Hann svaraði honum og gav honum undurtekin. Men Ezekias lønti ikki aftur vælgerðina, ið honum varð víst; hann varð hugmóðigur í hjartanum, og vreiði kom yvir hann og yvir Juda og Jerúsalem. Tá eyðmýkti Ezekias seg við tað at hann hevði verið hugmóðigur í hjartanum, og fólkið í Jerúsalem við honum; tí kom vreiði HARRANS ikki yvir tey, so leingi sum Ezekias livdi. Ezekias var ovurhonds ríkur og ærdur. Hann gjørdi sær skattkømur; har goymdi hann silvur, gull, dýrar steinar, kryddurtir, skjøldir og alskyns dýrar lutir; hann gjørdi sær goymslur til tað, ið inn kom av korni, víni og olju, og hús til alskyns fæ og fekk sær fylgi til húsini. Býir bygdi hann sær við, og hann fekk sær mongd av smáfæi og neytum; tí Gud hevði givið honum ovurhonds nógv góðs. Tað var eisini Ezekias, ið typti hina ovaru kelduna til Gihonsvatn og veitti vatnið oman vestan fyri Dávidsstað. Í øllum, sum hann tók sær fyri, hevði hann eydnuna við sær soleiðis eisini táið sendimenninir komu frá høvdingum Bábels, sum sendu boð til hansara at spyrja um undurtekinið, ið hent hevði í landinum; tá slepti Gud honum, bert fyri at royna hann og fáa at vita um alt, sum í hjarta hansara var. Tað, ið annars er at siga um Ezekias og alt tað góða, ið hann gjørdi, er uppskrivað í sjón Esaiasar profets, sonar Amoz í bókini um kongar Juda og Ísraels. So legðist Ezekias til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann, har sum gingið verður niðan til gravir eftirkomara Dávids. Alt Juda og fólkið í Jerúsalem vísti honum miklan heiður, táið hann doyði. Sonur hansara Manasse tók ríkið eftir hann. KAPITUL Manasse, Amon, Manasse var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eftir hinum viðurstyggiligu siðum fólkanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum. Hann reisti av nýggjum offurheyggjarnar, ið Ezekias, faðir hansara, hevði rivið niður; hann reisti Ba'alunum altar og læt gera Asjerur; og hann tilbað allan her himmalsins og dýrkaði hann. Hann reisti altar í húsi HARRANS, sum HARRIN hevði sagt um: ?Í Jerúsalem skal til ævigar tíðir navn Mítt búgva.? Øllum heri himmalsins reisti hann altar, í báðum forgørðum húss HARRANS. Hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við spádóm, gand og svartakunst, fekk sær fólk, ið manaðu deyð, og spámenn og gjørdi mangt, sum ónt var í eygum HARRANS, so hann vakti vreiði Hansara. Hina útskornu myndina, ið hann læt gera, setti hann í hús Guds, sum Gud hevði sagt um við Dávid og son hansara Sálomo: ?Í hesum húsi og í Jerúsalem, sum Eg havi útvalt av øllum ættum Ísraels, skal Eg til ævigar tíðir lata navn Mítt búgva; og Eg skal ikki aftur lata Ísrael fara heimleyst burtur úr landinum, ið Eg gav fedrum teirra, so satt sum tey bert akta eftir at gera alt tað, ið Eg havi álagt teimum, eftir allari lógini og eftir boðunum og fyriskipanunum, ið tey fingu við Mósesi.? Men Manasse villleiddi Juda og fólkið í Jerúsalem, so tey bóru seg verri at enn fólkasløgini, ið HARRIN hevði oytt fyri Ísraelsmonnum. HARRIN talaði við Manasse og fólk hansara, men tey løgdu einki í tað. Tí læt HARRIN herhøvdingar assýriakongs koma yvir tey, og teir fangaðu Manasse við krókum, bundu hann við koparleinkjum og fóru til Bábel við honum. Men nú hann var staddur í neyð, bað hann HARRAN Gud sín um náði og eyðmýkti seg stórliga fyri ásjón Guds fedra sína. Og táið hann bað til Hansara, bønhoyrdi Hann hann; Hann hoyrdi eyðmjúku bøn hansara og læt hann koma aftur til Jerúsalem, til kongadømi hansara. Tá sannaði Manasse, at HARRIN er Gud. Eftir hetta reisti hann ein ytra múr fyri Dávidsstað, vestan fyri Gihon, í dalinum, og hagar sum gingið verður inn um Fiskaportur; hann læt hann ganga rundan um Ofel og gjørdi hann ógvuliga høgan. Og í allar teir víggirdu staðir Juda setti hann herhøvdingar. Hann tók burt hinar fremmandu gudar og avgudamyndina úr húsi HARRANS og øll altarini, ið hann hevði reist á fjallinum, har sum hús HARRANS stóð, og í Jerúsalem og kastaði tey út um býin. Síðani reisti hann altar HARRANS upp aftur og ofraði takkoffur og lovoffur á tí; og hann segði við Juda, at tey skuldu tæna HARRANUM Gudi Ísraels. Tó ofraði fólkið á heyggjunum enn men bert til HARRAN Gud sín. Tað, ið annars er at siga um Manasse, um bønina, ið hann bað til Gud sín, og um orðini, ið síggjararnir talaðu við hann í navni HARRANS Guds Ísraels, er skrivað í kongakrøniku Ísraels. Og bøn hansara, og hvussu hann varð bønhoyrdur, alla synd og alt trúloysi hansara, og støðini, har hann bygdi offurheyggjar og reisti upp Asjerurnar og hinar útskornu myndirnar áðrenn hann eyðmýkti seg um hetta er skrivað í Hosaiskrøniku. So legðist Manasse til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í húsi hansara. Sonur hansara Amon tók ríkið eftir hann. Amon var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og Manasse, faðir hansara, hevði gjørt; allar hinar útskornu myndirnar, ið Manasse, faðir hansara, hevði gjørt, ofraði Amon til, og tær dýrkaði hann. Men hann eyðmýkti seg ikki fyri ásjón HARRANS, soleiðis sum Manasse, faðir hansara, hevði gjørt; nei, hann, Amon, dungaði skyld oman á skyld. Tænarar hansara svóru seg saman móti honum og drópu hann í húsi hansara. Men fólkið í landinum drap allar teir, ið høvdu svorið seg saman móti Amon kongi; og so gjørdu teir son hansara Josias til kong eftir hann. KAPITUL Josias, Hann beinir burtur avgudarnar, Lógbókin verður funnin, Josias ger sáttmála við fólkið um at halda seg til Harran, Josias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, og gekk somu leiðir sum faðir sín Dávid; hvørki til høgru ella til vinstru veik hann. Áttanda árið ið hann sat við stýrið hann var tá unglingi byrjaði hann at søkja Gud Dávids, faðirs síns, og tólvta árið byrjaði hann at fáa burtur úr Juda og Jerúsalem offurheyggjarnar, Asjerurnar og hinar útskornu og stoyptu myndirnar. Hann hugdi at, meðan teir rivu niður altar Ba'alanna; sólstólparnar, ið oman á teimum stóðu, høgdi hann sundur, og Asjerurnar og hinar útskornu og stoyptu myndirnar breyt hann og soraði sundur og stroyddi dustið av teimum á gravirnar, har tey lógu grivin, sum høvdu ofrað til teirra. Bein prestanna læt hann brenna á altarum teirra. Soleiðis reinsaði hann Juda og Jerúsalem. Men eisini í býum Manasse, Efra'ims og Símeons, líka til Naftali, læt hann leita í húsunum; og hann reiv niður altarini, breyt og soraði sundur Asjerurnar og tær útskornu myndirnar og høgdi sundur allar sólstólparnar í øllum Ísraelslandi. Síðani fór hann aftur til Jerúsalem. Átjanda árið ið hann sat við stýrið meðan hann reinsaði landið og templið sendi hann Safan, son Azalja, Ma'aseja, høvuðsmannin í býnum, og Jóa, son Jóahaz, søguskrivaran, avstað at væla um hús HARRANS Guds síns. Táið teir komu til Hilkia høvuðsprest, lótu teir frá sær peningin, ið inn var komin til hús Guds, og sum Levitarnir, ið hildu vakt við dyrnar, høvdu savnað inn úr Manasse og Efra'im og frá øllum hinum Ísraelsmonnum, úr øllum Juda og Benjamin og frá teimum, sum í Jerúsalem búðu; teir lótu teir, ið stóðu fyri arbeiðinum og vóru umsjónarmenn yvir húsi HARRANS, fáa hann; og teir, ið stóðu fyri arbeiðinum við hús HARRANS, nýttu hann til at væla um templið og seta tað í stand; teir lótu træsmiðirnar og byggingarmenninar fáa hann at keypa høgdar steinar fyri og stokkar til tvørbjálkar og til bjálkar í húsini, sum kongarnir í Juda høvdu latið farast. Menninir arbeiddu við trúskapi upp á verkið. Nakrir Levitar vóru settir at vera umsjónarmenn yvir teimum; tað vóru Jahat og Obadja av Meraritum, Zakarja og Mesullam av eftirkomarum Kahatita, og allir teir Levitar, ið dugdu at fáast við ljóðfør. Teir vóru eisini settir yvir berararnar og vóru umsjónarmenn yvir øllum teimum, ið høvdu at gera við tey ymisku arbeiðini. Nakrir av Levitunum vóru eisini skrivarar, formenn og duravaktarar. Táið teir nú tóku út peningin, ið inn var komin til hús HARRANS, fann Hilkia prestur bókina við lóg HARRANS, ið givin var við Mósesi. Hilkia tók tá til orða og segði við Safan ríkisskrivara: ?Eg havi funnið lógbókina í húsi HARRANS!? Og Hilkia fekk Safan bókina. Safan fór við bókini til kongin og bar konginum samstundis boð og segði: ?Tænarar tínir gera alt tað, ið teimum er álagt; teir hava verið eftir peninginum, sum var í húsi HARRANS, og latið umsjónarmenninar og teir, ið standa fyri arbeiðinum, fáa hann.? Síðani segði Safan ríkisskrivari konginum, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Safan las í henni fyri konginum. Men táið kongurin hoyrdi tað, sum í lógini stóð, skræddi hann klæði síni. Og kongurin segði við Hilkia, Ahikam, son Safan, Abdon, son Mika, Safan ríkisskrivara og Asaja kongstænara: ?Farið og spyrjið HARRAN fyri meg og fyri tey, sum eftir eru í Ísrael og Juda, um tað, sum stendur í bókini, ið funnin er! Tí stór er vreiði HARRANS, ið út er helt yvir okkum, aftur fyri at fedrar okkara hava ikki hildið orð HARRANS og hava ikki gjørt alt tað, sum skrivað er í hesi bók.? Hilkia og hinir, ið kongurin sendi avstað, fóru nú til Huldu profetinnu, sum var gift við Sallum, honum, ið goymdi klæðini, syni Tokhat, son Hasra; hon búði í Jerúsalem, í tí nýggja býpartinum. Teir tosaðu so við hana um hetta. Hon svaraði teimum: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: Sigið við mannin, ið sendi tykkum til mín: ?So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma yvir hetta stað og tey, sum her búgva, øll bannini, ið skrivað standa í bókini, sum lisin varð fyri judakongi aftur fyri at tey vendu Mær bakið og brendu roykilsi fyri øðrum gudum, til at eggja Meg til vreiði við øllum handaverkum sínum; vreiði Mín skal tendrast móti hesum staði og skal ikki sløkna!? Men við judakong, sum sendi tykkum at spyrja HARRAN, við hann skulu tit siga so: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels viðvíkjandi orðunum, ið tú hevur hoyrt: Við tað at hjarta títt blotnaði, og tú eyðmýkti teg fyri ásjón Guds, táið tú hoyrdi orð Hansara móti hesum staði og teimum, ið her búgva við tað at tú eyðmýkti teg fyri ásjón Míni og skræddi klæðini og grætst fyri ásjón Míni, so havi Eg eisini hoyrt sigur HARRIN. Ja, Eg skal savna teg til fedrar tínar; tú skalt verða savnaður við teimum í friði í grøv tíni, og eygu tíni skulu ikki koma at síggja alla vanlukkuna, ið Eg lati koma yvir hetta stað og tey, sum her búgva.?? Við hesum svari komu teir aftur til kongin. Tá sendi kongurin boð og læt kalla saman allar hinar elstu í Juda og Jerúsalem. Síðani fór kongurin niðan í hús HARRANS, og við honum allir Judamenn og teir, sum í Jerúsalem búðu prestarnir, Levitarnir og alt fólkið, bæði stórir og smáir; og hann las fyri teimum alt tað, sum skrivað stóð í sáttmálabókini, sum funnin var í húsi HARRANS. Kongurin stóð á staði sínum og gjørdi fyri ásjón HARRANS tann sáttmála, at hann skuldi fylgja HARRANUM eftir og halda boð, vitnisburðir og fyriskipanir Hansara av øllum hjarta sínum og allari sál síni at hann skuldi gera eftir sáttmálaorðunum, sum skrivað stóðu í hesi bók. Hann læt allar teir, sum vóru í Jerúsalem og Benjamin, ganga inn í sáttmálan; og tey, sum í Jerúsalem búðu, gjørdu eftir sáttmála Guds, Guds fedra sína. Síðani tók Josias burtur allar viðurstygdirnar úr øllum londunum, ið hoyrdu Ísraelsmonnum til; og hann gjørdi, at øll, sum í Ísrael vóru, tæntu HARRANUM Gudi sínum; so leingi sum hann livdi, viku tey ikki frá HARRANUM Gudi fedra sína. KAPITUL Páskirnar verða hildnar, Josias doyr, Nú helt Josias HARRANUM páskir í Jerúsalem. Teir drópu páskalambið tann fjúrtanda í fyrsta mánaði; hann setti prestarnar til tað, ið teir skuldu ansa eftir, og styrkti teir til tænastuna í húsi HARRANS; og við Levitarnar, ið lærdu alt Ísrael og vóru HARRANUM halgaðir, segði hann: ?Setið hina heiløgu ørk í templið, sum Sálomo ísraelskongur, sonur Dávid, hevur bygt! Tit hava einki at bera á herðunum longur; tænið nú HARRANUM Gudi tykkara og Ísrael, fólki Hansara! Gerið tykkum til reiðar eftir ættum tykkara, í flokkum tykkara, soleiðis sum Dávid ísraelskongur og sonur hansara Sálomo hava fyriskrivað farið og standið í halgidóminum eftir ættarflokkum brøðra tykkara, almúguni, soleiðis at ein ættargrein Levita verður fyri hvønn flokk teirra! Drepið so páskalambið, og halgið tykkum og gerið tað til fyri brøður tykkara so tit gera, sum HARRIN beyð við Mósesi!? Josias gav almúguni kríatúr av smáfæi lomb undan óm og geitum alt samalt til páskaoffur fyri øll, ið har vóru, og somuleiðis neyt; hetta gav kongurin av tí, sum hann sjálvur átti. Eisini høvdingar hansara góvu fólkinum, prestunum og Levitunum sjálvkravdar gávur; Hilkia, Zakarja og Jehiel, høvuðsmenninir yvir húsi Guds, góvu prestunum kríatúr av smáfæi til páskaoffur og neyt. Konanja og brøður hansara Semaja, Netanel, Hasabja, Je'iel og Józabad, levitahøvdingarnir, góvu Levitunum kríatúr av smáfæi til páskaoffur og neyt. Soleiðis kom tænastan í rættlag, og prestarnir stóðu á staði sínum, somuleiðis Levitarnir eftir flokkum sínum soleiðis sum kongurin hevði givið boð um. Teir* drópu páskalombini, og prestarnir slettu blóðið, sum teir* rættu teimum; og Levitarnir flettu. So tóku teir brenniofrið burturav og lótu almúguna fáa tað eftir ættarflokkum hennara, so teir kundu ofra tað til HARRAN, soleiðis sum fyriskrivað er í Mósebók. Á sama hátt gjørdu teir við neytini. Páskalambið steiktu teir við eld soleiðis sum fyriskrivað var; men halgigávurnar kókaðu teir í pottum, ketlum og pannum og skundaðu sær at bera tær út til alla almúguna. So gjørdu teir til til sín sjálvs og til prestarnar; tí prestarnir, synir Áron, høvdu nóg mikið at gera líka inn í náttina við at ofra tey feitu stykkini av brenniofrinum; tí gjørdu Levitarnir til, bæði til sín sjálvs og til prestarnar, synir Áron. Sangararnir eftirkomarar Asafs stóðu á staði sínum, soleiðis sum Dávid, Asaf, Heman og Jedutun, síggjari kongsins, høvdu fyriskrivað; og duravaktararnir vóru hvør við portur sítt; teimum nýttist ikki at fara frá tænastu síni, tí brøður teirra hinir Levitarnir gjørdu til til teirra. Soleiðis kom øll tænasta HARRANS í rættlag henda dagin; og tey hildu páskir og ofraðu brennioffur á altari HARRANS soleiðis sum Josias kongur hevði givið boð um. Teir Ísraelsmenn, ið hjástaddir vóru, hildu tá páskir og høgtíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar. Slíkar páskir sum hesar høvdu ikki verið hildnar í Ísrael, síðani Sámuel profetur livdi; eingin av kongum Ísraels hevði hildið slíkar páskir sum tær, ið Josias og prestarnir, Levitarnir, alt Juda, tey av Ísrael, ið hjástødd vóru, og fólkið í Jerúsalem hildu. Átjanda árið ið Josias sat við stýrið, vórðu hesar páskir hildnar. Eftir alt hetta táið Josias hevði fingið templið í stand fór Neko kongur í Egyptalandi í bardaga við Karkemis við Frat. Tá fór Josias móti honum. Men Neko sendi honum boð og læt siga: ?Hvat havi eg við teg at gera, judakongur! Tað er ikki móti tær, eg komi í dag, nei, tað er móti kongahúsinum, ið eg havi ófrið við; og Gud hevur sagt, at eg skuldi skunda mær. Lat vera at berjast við Gud sum er við mær! Varða teg, at Hann ger ikki enda á tær!? Josias vildi kortini ikki venda frá honum; hann klæddi seg í dularbúna og fór í bardaga við hann; hann lurtaði ikki eftir tí, sum Neko segði og tað vóru tó orð av munni Guds men fór í bardaga á Megiddoslætta. Men Josias kongur varð raktur av bogamonnunum; tá segði kongurin við tænarar sínar: ?Komið burtur hiðani við mær, tí eg eri illa særdur!? Tænarar hansara bóru hann tá úr vagninum, settu hann í hin vagn hansara og fóru til Jerúsalem við honum; har doyði hann og varð jarðaður í grøvum fedra sína. Alt Juda og Jerúsalem syrgdi Josias; Jeremias sang sorgarsong eftir Josias, og allir sangararnir og allar sangarinnurnar høvdu Josias í sorgarsongum sínum tað gera tey enn í dag; tað varð fastur siður í Ísrael at syngja hesar songir; teir eru uppskrivaðir millum sorgarsongirnar. Tað, ið annars er at siga um Josias og alt tað góða, ið hann gjørdi, eftir tí, sum fyriskrivað er í lóg HARRANS tað, ið um hann er at siga, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í bókini um kongarnar í Ísrael og Juda. KAPITUL Jóahaz, Jójakim, Jójakin, Zedekias. Jerúsalem lagt í oyði, Kýrus gevur fólkinum loyvi at fara heimaftur, Fólkið í landinum tók nú Jóahaz, son Josias, og gjørdi hann til kong í Jerúsalem eftir faðir hansara. Jóahaz var ár, táið hann gjørdist kongur, og mánaðir stýrdi hann í Jerúsalem. Men kongurin í Egyptalandi setti hann av, so hann var ikki kongur í Jerúsalem longur, og legði skatt á landið, talentir av silvuri og eina talent av gulli. Síðani gjørdi Neko kongur í Egyptalandi bróður hansara Eljakim til kong yvir Juda og Jerúsalem og broytti navn hansara til Jójakim. Men bróður hansara Jóahaz tók hann við sær og fór til Egyptalands við honum. Jójakim var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS Guds hansara. Nebukadnezar kongur í Bábel fór móti honum og læt hann binda við tveimum koparleinkjum til at flyta hann til Bábel. Av íløtunum í húsi HARRANS flutti Nebukadnezar eisini summi til Bábel og setti tey í tempul sítt í Bábel. Tað, ið annars er at siga um Jójakim, um, hvussu viðurstyggiliga hann bar seg at, og tað ónda, ið annars fanst hjá honum, er skrivað í bókini um kongarnar í Ísrael og Juda. Sonur hansara Jójakin tók ríkið eftir hann. Jójakin var ár, táið hann gjørdist kongur, og mánaðir og dagar stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Táið árið var at enda, sendi Nebukadnezar kongur menn og læt flyta hann til Bábel, og við honum hini dýru íløtini í húsi HARRANS; og hann gjørdi Zedekias, bróður hansara, til kong yvir Juda og Jerúsalem. Zedekias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS Guds hansara; hann eyðmýkti seg ikki fyri Jeremiasi profeti, sum talaði orð av munni HARRANS. Eisini fall hann frá Nebukadnezar kongi, sum hevði latið hann gera eið um Gud; og hann var treiskur og gjørdi hjarta sítt hart, so hann vendi ikki við til HARRAN Gud Ísraels. Allir høvdingarnir millum prestarnar og fólkið misbrutu seg eisini stórliga og fylgdu eftir teimum viðurstyggiligu siðum alra heidningafólkanna; og hús HARRANS í Jerúsalem, tað, sum Hann hevði halgað, gjørdu teir óreint. Árla og síðla sendi HARRIN Gud fedra teirra teimum orð Síni við sendiboðum Sínum; tí Honum tykti synd í fólki og bústaði Sínum. Men tey spottaðu sendiboð Guds, vanvirdu orð Hansara og háðaðu profetar Hansara inntil vreiði HARRANS móti fólki Hansara tók so til, at ikki beyð tí bøtur. Hann læt kaldearakongin koma ímóti teimum; hann drap teir ungu hjá teimum við svørði í heilaga húsi teirra og spardi hvørki unglinga ella moyggj, hvørki gamlan ella gráhærdan; øll gav Hann í hendur hansara. Øll íløtini í húsi Guds, bæði stór og smá, skattirnar í húsi HARRANS og skattir kongsins og høvdinga hansara alt flutti hann til Bábel. Teir brendu hús Guds og rivu niður múrar Jerúsalems; allar borgirnar har brendu teir niður og forkomu øllum dýrum íløtum har. Tey, ið sloppin vóru undan svørðinum, flutti hann sum fangar til Bábel, og tey vórðu trælir hansara og sona hansara, inntil Persararíkið fekk valdið fyri at orð HARRANS, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út inntil landið hevði fingið sabbatsár síni afturgoldin; alla tíðina tað lá í oyði, hevði tað hvíld inntil ár vóru gingin. Men fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út anda Kýrusar persarakongs, so at hann læt boð ganga út um alt ríki sítt og eisini skrivliga kunngera: ?So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerúsalem í Juda. Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri HARRIN Gud hansara, hann kann fara hagar!? Onnur Mósebók KAPITUL Ísraelsmenn nørast stórliga, Trældómur teirra í Egyptalandi, Hetta eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir, hvør við húsfólki sínum: Ruben, Símeon, Levi og Juda. Issakar, Zebulon og Benjamin, Dan og Naftali, Gad og Aser. Eftirkomarar Jákups vóru tilsamans men Jósef var í Egyptalandi frammanundan. Men so doyði Jósef og allir brøður hansara og alt tað ættarliðið. Og Ísraelsmenn nørdust og tóku til, vuksu í tali og vórðu ovurhonds nógvir; landið varð fult av teimum. Nú kom nýggjur kongur í Egyptalandi, ein, ið einki vitsti um Jósef. Hann segði við fólk sítt: ?Tit síggja, at Ísraelsfólk er størri og sterkari enn vit! Men nú skulu vit bera okkum klókt at við tey, fyri at tey skulu ikki verða ov mong; annars kundi borið á um kríggj verður at tey fara í part við fíggindar okkara og berjast móti okkum og rýma síðani av landinum.? So settu teir arbeiðsfútar yvir tey, at plága tey við trælaarbeiði. Tey máttu byggja Farao tveir býir at goyma føði í, Pitom og Ra'amses. Men tess meiri teir plágaðu tey, tess meiri nørdust tey, og tess meiri breiddu tey seg út, so at Egyptar fóru at ræðast Ísraelsmenn. Tí tvingaðu Egyptar Ísraelsmenn til enn meiri trælaarbeiði og gjørdu teimum lívið beiskt við tungum arbeiði uppá leir og tigulstein og við alskyns trælaarbeiði á markini, við trælaarbeiði av øllum slagi, sum teir tvingaðu tey at gera. Kongurin í Egyptalandi segði nú við tær hebraisku jarðarmøðurnar onnur teirra æt Sifra, og onnur Pua -: ?Táið tit hjálpa teimum hebraisku kvinnunum at eiga, ansið tá væl eftir, táið barnið kemur! Er tað drongur, so drepið hann, men er tað genta, so kann hon liva!? Men jarðarmøðurnar óttaðust Gud og gjørdu ikki, sum kongurin í Egyptalandi segði við tær tær lótu dreingjabørnini liva. Tá sendi kongurin í Egyptalandi boð eftir jarðarmøðrunum og segði við tær: ?Hví bera tit tykkum so at og lata dreingjabørnini liva!? Men jarðarmøðurnar svaraðu Farao: ?Tær hebraisku kvinnurnar eru ikki sum tær egyptisku tær eru so raskar; áðrenn jarðarmóðirin kemur til teirra, hava tær longu átt!? Og Gud læt gangast jarðarmøðrunum væl; og fólkið nørdist og varð ovurhonds nógv í tali. Aftur fyri at jarðarmøðurnar óttaðust Gud, gav Hann teimum avkom. Tá gav Farao øllum fólki sínum hetta boð: ?Øll dreingjabørn, ið fødd verða,* skulu tit kasta í Nilá, men gentubørnini kunnu tit lata liva!? KAPITUL Móses føddur, Flýggjar til Midjansland, Gud minnist Ísraelsmenn, Nú var maður av ætt Levi, sum giftist við eini Levi dóttur. Og kvinnan varð við barn og átti son. Táið hon sá, at barnið var vakurt, hevði hon hann krógvaðan í tríggjar mánaðir. Men táið hon ikki fekk krógvað hann longur, tók hon kistu av røri, tætti hana við jørðbiki og tjøru, legði so drongin í hana og setti hana í sevið við áarbakkan. Og systir hansara stóð nakað burtur frá fyri at vita, hvussu fór at gangast við honum. Tá kom dóttir Farao at baða sær í ánni, og gentur hennara gingu har á áarbakkanum. Hon kom tá at síggja kistuna í sevinum og sendi gentu sína avstað at taka hana. Táið hon nú læt hana upp, sá hon barnið har lá ein drongur og græt. Tá tykti henni synd í honum, og hon segði: ?Hetta er eitt av dreingjabørnum Hebrearanna!? Nú segði systir hansara við dóttur Farao: ?Skal eg fara og fáa tær eina daddu av teimum hebraisku kvinnunum at fostra tær barnið upp?? Dóttir Farao svaraði henni: ?Ja, far!? Og gentan fór eftir mammuni at barninum. Dóttir Farao segði tá við hana: ?Tak henda drongin og fostra mær hann upp, eg skal lata teg fáa løn fyri tað!? So tók konan drongin og fostraði hann upp. Men táið drongurin var tilkomin, fór hon við honum til dóttur Farao, og hon tók hann sum son sín og gav honum navnið Móses; ?tí?, segði hon, ?eg havi drigið hann upp úr vatninum.? Um hesa tíðina fór Móses, sum nú var vaksin, út til brøður sínar og hugdi at, hvussu teir trælaðu og sleipaðu. Og tá fekk hann at síggja ein Egypta sláa ein Hebreara, ein av brøðrum sínum. Tá hugdi hann rundan um seg í allar ættir, og táið hann sá, at eingin var har um vegir, so drap hann Egyptan og gróv hann niður í sandin. Men táið hann so dagin eftir aftur fór út, fekk hann at síggja tveir Hebrearar berjast. Tá segði hann við hann, ið órættin hevði: ?Skalt tú sláa landsmann tín!? Hann svaraði: ?Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum! Tú ætlar kanska at drepa meg, sum tú drapst Egyptan!? Tá varð Móses ræddur og hugsaði: ?So sanniliga er tað komið út!? Eisini Farao fekk tað at vita og royndi at fáa Móses dripnan; men Móses flýddi undan Farao og slapp sær til Midjansland, og har setti hann seg við ein brunn. Presturin í Midjan hevði sjey døtur; tær komu nú hagar og oystu vatn upp og fyltu trogini fyri at brynna smáfænum hjá faðir sínum. Tá komu hirðarnir og ætlaðu at reka tær burtur; men Móses reisti seg og hjálpti teimum og brynti smáfæi teirra. Táið tær so komu heimaftur til Re'uel, faðir sín, segði hann: ?Hvussu ber tað til, at tit koma so tíðliga til hús í dag?? Tær svaraðu: ?Har var ein Egypti, sum hjálpti okkum móti hirðunum, ja, hann oysti eisini vatn fyri okkum og brynti smáfænum.? Tá segði hann við døtur sínar: ?Hvar er hann tá? Hví lótu tit mannin verða verandi harúti? Bjóðið honum inn, so hann kann fáa at eta!? Og Móses samtykti í at verða verandi hjá manninum, og hann gav Mósesi dóttur sína Zipporu til konu. Hon fekk son, og hann gav honum navnið Gersom; ?tí,? segði hann, ?eg eri vorðin gestur í fremmandum landi.? So gekk nú long tíð, og ímeðan doyði kongurin í Egyptalandi. Og Ísraelsmenn suffaðu undir trældómi sínum og gramdu seg; og róp teirra undan trældóminum náddu upp til Gud. Gud hoyrdi suff teirra, og Gud mintist sáttmála Sín við Ábraham, Ísak og Jákup; Gud sá til Ísraelsmenn, og Gud kendist við teir. KAPITUL Tornarunnurin, sum brann, Móses kallaður, Móses røktaði nú smáfæið hjá verfaðir sínum, Jetro, prestinum í Midjan. Einaferð rak hann smáfæið yvir um oyðimørkina og kom til fjall Guds, Horeb. Tá opinberaði eingil HARRANS seg fyri honum í logandi eldi, mitt út úr einum tornarunni; hann hugdi at og sá, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, og tó brendist tornarunnurin ikki upp. Tá segði Móses: ?Lat meg fara hagar og hyggja at hesi undurfullu sjón, hvussu tað ber til, at tornarunnurin brennist ikki upp!? Men táið HARRIN sá, at hann fór hagar at hyggja, rópti Gud á hann út úr tornarunninum: ?Móses, Móses!? Hann svaraði: ?Ja, her eri eg!? Hann segði: ?Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heiløg jørð!? So segði Hann: ?Eg eri Gud faðirs tíns, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups!? Tá fjaldi Móses andlit sítt, tí hann ræddist at síggja Gud. Og HARRIN segði: ?Eg havi sæð neyðina hjá fólki Mínum í Egyptalandi, og Eg havi hoyrt, hvussu tey geva seg undan teimum, ið plága tey; ja, Eg veit, hvat tey líða! Og nú eri Eg komin niður at fría tey úr hondum Egypta og leiða tey burtur úr hesum landi til eitt gott og rúmt land, sum flýtur í mjólk og hunangi, land Kána'anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita. Nú eru róp Ísraelsmanna nádd upp til Mín, og Eg havi eisini sæð, hvussu illa Egyptar fara við teimum. Far tú nú tí avstað, Eg ætli at senda teg til Farao, og tú skalt leiða fólk Mítt, Ísraelsmenn, út av Egyptalandi.? Men Móses segði við Gud: ?Hvør eri eg, at eg skuldi farið til Farao, og at eg skuldi leitt Ísraelsmenn út av Egyptalandi!? Hann svaraði: ?Jú, Eg skal vera við tær! Og hetta skal vera tær tekinið fyri, at tað eri Eg, sum havi sent teg: Táið tú hevur ført fólkið út av Egyptalandi, skulu tit halda gudstænastu á hesum fjalli.? Tá segði Móses við Gud: ?Men táið eg nú komi til Ísraelsmenn og sigi teimum, at Gud fedra teirra hevur sent meg til teirra, og tey so spyrja meg um navn Hansara hvat skal eg tá svara teimum?? Gud segði við Móses: ?Eg eri Tann, Eg Eri!? Og Hann segði: ?So skalt tú siga við Ísraelsmenn: ??Eg Eri? hevur sent meg til tykkara!?? Framvegis segði Gud við Móses: ?So skalt tú siga við Ísraelsmenn: ?HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups, hevur sent meg til tykkara!? Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg. Far nú og kalla saman teir elstu í Ísrael og sig við teir: ?HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri mær og sagt: ?Eg havi givið tykkum gætur, og Eg veit, hvussu teir bera seg at við tykkum í Egyptalandi. Tí er nú hetta orð Mítt: Eg skal leiða tykkum burtur úr øllum tí illa, ið tit líða í Egyptalandi, til land Kána'anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita, til land, ið flýtur í mjólk og hunangi.?? Tey fara at lurta eftir tær; og tú skalt saman við teimum elstu í Ísrael fara til kongin í Egyptalandi, og tit skulu siga við hann: ?HARRIN, Gud Hebreara, hevur víst Seg fyri okkum; lat okkum nú fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara!? Men eg veit, at kongurin í Egyptalandi lovar tykkum ikki at fara avstað, nei, ikki, um hann so fær sterku hond Mína at kenna! Tí skal Eg rætta út hond Mína og sláa Egyptaland við øllum undrum Mínum, sum Eg skal gera har; so skal hann lata tykkum fara! Og eg skal gera, at hetta fólk verður væl lýtt av Egyptum, so tit, táið tit fara, skulu ikki fara tómhent avstað. Nei, hvør kvinna skal biðja grannkonu sína og tær, sum búgva í húsi saman við henni, um stás av silvuri og gulli og um klæði, og tí skulu tit lata synir og døtur tykkara vera í. Soleiðis skulu tit taka fong frá Egyptum.? KAPITUL Framhald, Móses fer frá Jetro, Zippora bjargar lívi Mósesar, Móses kemur til Áron og Ísraelsmenn, Móses svaraði: ?Men tey fara ikki at trúgva mær og fara ikki at lurta eftir mær; tey fara at siga: ?HARRIN hevur ikki opinberað Seg fyri tær!?? Tá segði HARRIN við hann: ?Hvat er tað, ið tú hevur har í hondini?? Hann svaraði: ?Stav.? Hann segði: ?Kasta hann til jarðar!? Táið hann so kastaði hann niður á jørðina, varð hann til orm; og Móses flýddi fyri honum. Men HARRIN segði við Móses: ?Rætt út hondina og tak í halan á honum!? Og táið hann rætti út hondina og tók í hann, varð hann aftur til stav í hond hansara. ? So mugu tey tá trúgva, at HARRIN Gud fedra teirra, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri tær!? Framvegis segði HARRIN við hann: ?Stikk hondina inn í barmin!? Hann stakk tá hondina inn í barmin; og táið hann tók hana út aftur, var hondin hvít sum kavi av spitalsku. So segði Hann: ?Stikk aftur hondina inn í barmin!? Hann stakk aftur hondina inn í barmin, og táið hann tók hana út aftur, var hon vorðin aftur sum alt hitt á likami hansara. ? Um tey nú ikki trúgva tær ella geva tí fyrra tekininum gætur, so munnu tey tó fara at trúgva tí seinna tekininum. Men vilja tey hvørgum hesum tekininum trúgva og ikki lurta eftir tær, so skalt tú taka vatn úr Nilá og stoyta tað út á jørðina, og vatnið, ið tú tekur úr Nilá, skal verða blóð á jørðini.? Men Móses segði við HARRAN: ?Hoyr meg, HARRI! Eg havi aldri verið orðkringur maður; eg var tað ikki áður, og eg eri tað heldur ikki nú, eftir at Tú hevur talað við tænara Tín; eg eri tungur fyri málinum og havi ilt við at tosa.? Tá svaraði HARRIN honum: ?Hvør hevur givið menniskjanum munn, og hvør ger stumman ella deyvan, síggjandi ella blindan! Man tað ikki vera Eg, HARRIN! Far tí nú, og Eg skal vera við munni tínum og læra teg, hvat tú skalt siga!? Men hann segði: ?Hoyr meg, HARRI! Send nú, hvønn annan Tú vilt!? Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Mósesi, og Hann segði: ?Hevur tú ikki bróður tín, Áron, Levitin! Hann dugir at tosa, tað veit Eg! Hann kemur eisini ímóti tær nú, og hann verður glaður í hjartanum, táið hann sær teg. Tú skalt so tala til hansara og leggja honum orðini í munnin; so skal Eg vera við tínum munni og hansara munni og læra tykkum, hvat tit skulu gera. Hann skal tala fyri teg við fólkið; hann skal vera muður tín, og tú skalt vera honum sum Gud. Og í hondina skalt tú taka henda stav, sum tú skalt gera tekinini við.? So fór Móses; og táið hann kom aftur til Jetro, verfaðir sín, segði hann við hann: ?Lat meg fara aftur til brøður mínar í Egyptalandi og vita, um teir eru á lívi enn!? Jetro svaraði Mósesi: ?Far í friði!? HARRIN segði við Móses í Midjan: ?Far aftur til Egyptalands nú eru teir deyðir, allir teir, ið lógu tær eftir lívinum!? So tók Móses konu sína og synir sínar og setti tey á eslið og fór aftur til Egyptalands; og Móses tók stav Guds í hondina. HARRIN segði við Móses: ?Táið tú nú fert aftur til Egyptalands, síggj tá til, at tú fyri eygum Faraos gert øll undrini, ið Eg havi givið tær vald at gera! Men Eg skal herða hjarta hansara, so hann letur ikki fólkið fara. Tú skalt siga við Farao: ?So sigur HARRIN: Ísrael er frumborni sonur Mín. Og Eg segði við teg: Lat son Mín sleppa avstað, so hann fær dýrkað Meg! Men tú sýtti honum at fara. Tí skal Eg nú drepa frumborna son tín!?? Men á vegnum, har sum tey gistu um náttina, kom HARRIN ímóti honum og ætlaði at drepa hann. Tá tók Zippora hvassan stein og skar yvirhúðina á syni sínum av, kastaði hana fyri føturnar á honum* og segði: ?Tú ert mær sanniliga ein blóðbrúðgómur!? So læt Hann hann vera. Ta ferðina var tað, hon segði: ?Ein blóðbrúðgómur? hon meinti við umskeringina. HARRIN segði nú við Áron: ?Far út í oyðimørkina ímóti Mósesi!? Hann fór tá avstað og hitti hann við fjall Guds og heilsaði honum. Móses segði Áron alt, ið HARRIN hevði talað, táið Hann sendi hann, og øll tekinini, ið Hann hevði álagt honum at gera. So fóru Móses og Áron og kallaðu saman allar teir elstu av Ísraelsmonnum. Áron segði teimum alt, ið HARRIN hevði sagt við Móses, og Móses gjørdi tekinini fyri eygum fólksins. Og fólkið trúði; táið tey hoyrdu, at HARRIN hevði vent Sær til Ísraelsmenn, og at Hann hevði sæð neyð teirra, boygdu tey seg og tilbóðu. KAPITUL Farao vil ikki lurta eftir Mósesi og Áron, Ísraelsmenn hava tað verri enn fyrr, Harrin lovar teimum hjálp, Síðani fóru Móses og Áron til Farao og søgdu: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa hildið Mær høgtíð í oyðimørkini!? Men Farao svaraði: ?Hvør er HARRIN, sum eg skuldi aktað og latið Ísraelsmenn farið! Eg veit einki um HARRAN, og eg lati heldur ikki Ísraelsmenn fara!? Tá søgdu teir: ?Gud Hebrearanna hevur møtt okkum; lat okkum nú fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara, so Hann slær okkum ikki við pesti ella svørði!? Men kongurin í Egyptalandi segði við teir: ?Móses og Áron, hví skulu tit fáa fólkið at rýma úr arbeiði teirra? Farið og gerið tað, ið tit skulu!? Framvegis segði Farao: ?Ja, nú ið fólkið er vorðið ov mikið í landinum, nú skulu tit sleppa teimum frá tí, ið tey hava at gera!? Sama dag gav Farao arbeiðsfútunum og umsjónarmonnunum yvir fólkinum hetta boð: ?Nú skulu tit ikki longur sum higartil lata fólkið fáa hálm at gera tigulstein við tey skulu sjálv fara og sanka sær hálm! Men sama tal av tigulsteini, sum tey higartil hava gjørt, skulu tit áleggja teimum kortini; tit skulu einki minka um arbeiði teirra! Tí tey eru løt; tí eru tey farin at rópa og siga: ?Lat okkum sleppa avstað at ofra til Gud okkara!? Tungt arbeiði er tað, ið hasi menniskjuni skulu hava, so tey kunnu hava nóg mikið at gera við tað og ikki lurta eftir lygitosi!? So fóru arbeiðsfútarnir og umsjónarmenninir út og søgdu við fólkið: ?So sigur Farao: ?Eg gevi tykkum ikki hálm longur! Farið sjálv og finnið tykkum hálm, har sum tit kunnu! Men einki verður minkað um arbeiði tykkara!?? Tá fór fólkið í ymsar ættir út um alt Egyptaland at sanka strá at nýta í staðin fyri hálm. Men arbeiðsfútarnir strongdu á og søgdu: ?Gerið arbeiði tykkara liðugt, fult dagsverk hvønn dag, eins og táið tit høvdu hálm!? Og umsjónarmenninir hjá Ísraelsmonnum, sum arbeiðsfútar Faraos høvdu sett yvir tey, vórðu bankaðir, og sagt varð við teir: ?Hví hava tit hvørki í gjár ella í dag gjørt tað ásetta talið av tigulsteinum liðugt, eins og áður!? Tá fóru umsjónarmenn Ísraelsmanna og gramdu seg fyri Farao og søgdu: ?Hví gert tú so við tænarar tínar! Tænarar tínir fáa ongan hálm, og tó verður sagt við okkum: ?Gerið tigulstein!? Og tænarar tínir verða bankaðir, tóat skyldin liggur hjá tínum egna fólki!? Men hann svaraði: ?Tit eru latir, tað er tað, tit eru! Tí siga tit: ?Lat okkum sleppa avstað at ofra til HARRAN!? Farið nú til arbeiði tykkara! Hálm fáa tit ongan, men tit skulu koma við tí ásetta talinum av tigulsteini!? Tað var nógv fyri hjá umsjónarmonnum Ísraelsmanna at skula siga: ?Einki verður minkað um talið av tigulsteini, ið tit hvønn dag skulu hava liðugt!? Táið teir komu út frá Farao, hittu teir Móses og Áron, sum stóðu og bíðaðu eftir teimum. Og teir søgdu við teir: ?HARRIN heimsøki tykkum og dømi tykkum fyri, at tit hava komið okkum í ringt orð hjá Farao og tænarum hansara og givið teimum svørð í hond at drepa okkum!? Tá vendi Móses sær aftur til HARRAN og segði: ?HARRI, hví hevur Tú gjørt so illa við hetta fólk? Hví hevur Tú sent meg? Tí síðani eg havi verið hjá Farao og talað í navni Tínum, hevur hann gjørt illa við hetta fólk, og hjálpt fólki Tínum hevur Tú ikki!? KAPITUL Gud sendir Móses til fólkið, og til Farao, Ættartal Rubens, Símeons og Levi, Men HARRIN segði við Móses: ?Nú skalt tú fáa at síggja tað, ið Eg skal gera við Farao! Við sterku hond Míni skal hann verða tvingaður at lata tey fara, ja, hann skal við sterku hond Míni verða tvingaður at reka tey av landi sínum!? Og Gud talaði við Móses og segði við hann: ?Eg eri HARRIN! Fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi opinberaði Eg Meg sum Gud hin Alvaldi, men undir navni Mínum HARRIN var Eg ikki kendur av teimum. Eg gjørdi sáttmála Mín við teir, at Eg skuldi geva teimum Kána'ansland, landið, ið teir búðu í sum fremmandir. Og nú havi Eg hoyrt, hvussu Ísraelsmenn suffa, tí Egyptar halda teir í trældómi, og Eg havi minst sáttmála Mín! Tú skalt tí siga við Ísraelsmenn: ?Eg eri HARRIN, og Eg skal fría tykkum undan trælaarbeiðinum hjá Egyptum, frelsa tykkum úr trældóminum undir teimum og loysa tykkum út við útrættum armi og stórum revsidómum! Eg skal taka tykkum til fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara; tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum fríar tykkum undan trælaarbeiðinum hjá Egyptum! Eg skal føra tykkum til landið, ið Eg við upplyftari hond havi svorið at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; Eg skal geva tykkum tað í ogn! Eg eri HARRIN!?? Hetta segði Móses nú Ísraelsmonnum; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi; teir vóru mótfalnari enn so, og trælaarbeiðið var tyngri enn so. Tá talaði HARRIN við Móses og segði: ?Far og sig við Farao, kongin í Egyptalandi, at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum!? Men Móses tók soleiðis til orða, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: ?Tú sært, at Ísraelsmenn lurta ikki eftir mær hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær, eg, sum havi óumskornar varrar aftrat!? Men HARRIN talaði við Móses og Áron og sendi teir til Ísraelsmenn og til Farao, kongin í Egyptalandi, at leiða Ísraelsmenn út av Egyptalandi. Hesir eru høvdini fyri fedrahúsum teirra: Ruben, hin frumborni Ísraels, átti hesar synir: Hanok, Pallu, Hezron og Karmi; hetta vóru ættir Rubens. Synir Símeon vóru Jemuel, Jamin, Ohad, Jakin og Zohar og Saul, sum ein kána'anitisk kvinna átti; hetta vóru ættir Símeons. Hetta eru nøvnini á sonum Levi, eftir ættum teirra: Gerson, Kahat og Merari. Levi varð ár. Synir Gerson vóru Libni og Sime'i, eftir ættum teirra. Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Kahat varð ár. Synir Merari vóru Mali og Musi. Hetta eru ættir Levi, eftir ættartali teirra. Amram tók faðirsystur sína Jokebed til konu, og við henni fekk hann Áron og Móses. Amram varð ár. Synir Jizhar vóru Kora, Nefeg og Zikri. Synir Uzziel vóru Misael, Elzafan og Sitri. Áron tók Elisebu til konu; hon var dóttir Amminadab og systir Nahason; við henni fekk hann Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar. Synir Kora vóru Assir, Elkana og Abiasaf hetta vóru ættir Kora'ita. Eleazar, sonur Áron, tók eina av døtrum Putiel til konu, og við henni fekk hann Pinehas. Hetta eru høvdini fyri fedrahúsum Levita, eftir ættum teirra. Hesar menn, Áron og Móses, var tað, ið HARRIN segði so við: ?Leiðið Ísraelsmenn út av Egyptalandi, her eftir her!? Tað vóru teir, ið søgdu við Farao, kongin í Egyptalandi, at Ísraelsmenn skuldu verða leiddir út av Egyptalandi hesir menninir, Móses og Áron. Og ta ferðina ið HARRIN talaði við Móses í Egyptalandi, segði Hann so við Móses: ?Eg eri HARRIN! Sig við Farao, kongin í Egyptalandi, alt tað, ið Eg sigi við teg!? Men Móses segði, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: ?Tú veitst, at eg havi óumskornar varrar hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær!? KAPITUL Framhald, Undrið við stavi Árons, Fyrsta plágan: Vatnið verður blóð, Tá segði HARRIN við Móses: ?Eg seti teg til ein gud fyri Farao; og Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín. Tú skalt tala alt tað, ið Eg áleggi tær; síðani skal Áron, bróðir tín, siga tað við Farao, fyri at hann skal lata Ísraelsmenn fara av landi sínum. Men Eg skal herða hjarta Faraos, og Eg skal gera mong tekin og undur í Egyptalandi. Farao fer ikki at lurta eftir tykkum; men Eg skal leggja hond Mína á Egyptaland og leiða herar Mínar, fólk Mítt, Ísraelsmenn, út av Egyptalandi við stórum revsidómum. Og Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg rætti út hond Mína móti Egyptalandi og leiði Ísraelsmenn út frá teimum!? Móses og Áron gjørdu so; sum HARRIN hevði álagt teimum, so gjørdu teir. Móses var ár, og Áron táið teir talaðu við Farao. HARRIN segði við Móses og Áron: ?Táið Farao sigur so við tykkum: ?Latið okkum fáa okkurt undur at síggja!? tá skalt tú siga við Áron: ?Tak stav tín og blaka hann framman fyri Farao!? So skal hann verða ormur!? Móses og Áron fóru tá til Farao og gjørdu, sum HARRIN hevði sagt; Áron blakaði stavin framman fyri Farao og tænarum hansara, og hann varð til orm. Men Farao sendi boð eftir vísmonnum og gandakøllum sínum, og hesir, teir egyptisku spámenninir, gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama; teir blakaðu hvør stav sín, og stavirnir vórðu ormar; men stavur Árons gloypti teirra støvum. Men hjarta Faraos var hart við sama lagi, og hann lurtaði ikki eftir teimum sum HARRIN hevði sagt. HARRIN segði nú við Móses: ?Hjarta Faraos er hart; hann setur seg ímóti at lata fólkið fara! Far tí í morgin árla til Farao táið hann fer oman at ánni og statt fyri honum á áarbakkanum! Stavin, ið varð umskaptur til orm, skalt tú taka í hondina. Og sig við hann: ?HARRIN, Gud Hebreara, sendi meg til tín við hesum boðum: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg í oyðimørkini! Men higartil hevur tú ikki aktað. So sigur HARRIN: Av hesum skalt tú sanna, at Eg eri HARRIN: Hygg, nú slái eg við hesum stavi, sum eg havi í hondini, vatnið í Nilá, og tað skal verða blóð! Fiskurin í ánni skal doyggja, og Nilá skal stinka, so Egyptar skulu vamlast við at drekka vatnið í ánni.?? HARRIN segði við Móses: ?Sig við Áron: ?Tak stav tín og rætt út hondina yvir vøtnini hjá Egyptum, yvir áir, gravir, tjarnir og hyljar teirra! So skal vatnið verða blóð; í øllum Egyptalandi skal blóð vera, bæði í træíløtum og í steiníløtum!?? Móses og Áron gjørdu, sum HARRIN segði; hann lyfti stavinum og sló vatnið í Nilá fyri eygum Faraos og tænara hansara; tá varð alt vatnið í ánni blóð; fiskurin í ánni doyði, og Nilá stinkaði, so at Egyptar kundu ikki drekka vatnið í ánni; í øllum Egyptalandi var blóð. Men teir egyptisku spámenninir gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama og hjarta Faraos var hart við sama lagi; hann lurtaði ikki eftir teimum sum HARRIN hevði sagt. Farao vendi sær burtur og fór til hús og legði sær heldur ikki hetta á hjarta. Men allir Egyptar gróvu fram við Nilá eftir drekkivatni; tí vatnið í ánni var ikki drekkandi. So gingu nú sjey dagar, eftir at HARRIN hevði sligið ánna. KAPITUL Onnur plágan: Froskarnir, Triðja plágan: Mýggjabitarnir, Fjórða plágan: Flugurnar, Tá segði HARRIN við Móses: ?Far inn til Farao og sig við hann: ?So sigur HARRIN: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg! Setur tú teg ímóti at lata tey fara, so skal Eg plága alt land títt við froskum. Nilá skal verða full av froskum, og teir skulu skríða upp á land og koma inn í hús títt, inn í sovikamar títt, upp í song tína, inn í húsini hjá tænarum tínum, upp á fólk títt, inn í bakarovnar tínar og upp í deigtrog tíni ja, upp á teg sjálvan, upp á fólk títt og upp á allar tænarar tínar skulu froskarnir skríða!?? So segði HARRIN við Móses: ?Sig við Áron: ?Rætt hond tína við stavinum út yvir áirnar, gravirnar og tjarnirnar, og lat froskarnar koma yvir Egyptaland!?? Áron rætti tá út hondina yvir vøtnini í Egyptalandi; tá skriðu froskarnir upp og fyltu Egyptaland. Men spámenninir gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama og lótu froskar koma yvir Egyptaland. Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði: ?Biðið til HARRAN, at Hann sleppir mær og fólki mínum frá froskunum! So skal eg lata fólkið fara, so tey fáa ofrað til HARRAN.? Móses svaraði Farao: ?Tú skalt sjálvur hava æruna at siga, nær eg skal biðja fyri tær og tænarum tínum og fólki tínum, at froskarnir verða tiknir burtur frá tær og húsum tínum og bert verða verandi eftir í Nilá!? Hann segði: ?Í morgin!? Tá segði Móses: ?So skal verða, sum tú sigur fyri at tú kanst sanna, at eingin er sum HARRIN Gud okkara; froskarnir skulu víkja frá tær og frá húsum tínum, frá tænarum tínum og fólki tínum; bert í Nilá skulu teir verða verandi.? So fóru Móses og Áron út aftur frá Farao, og Móses rópti til HARRAN um hjálp móti froskunum, ið Hann hevði latið koma yvir Farao. HARRIN gjørdi, sum Móses hevði sagt; froskarnir doyðu út í húsunum, í gørðunum og á markunum, og tey sankaðu teir saman í dungar, so at landið fyltist av stinki. Men táið Farao sá, at av lætti, herdi hann hjarta sítt og lurtaði ikki eftir teimum soleiðis sum HARRIN hevði sagt. Tá segði HARRIN við Móses: ?Sig við Áron: ?Rætt út stav tín og slá í dustið á jørðini! So skal tað verða mýggjabitar í øllum Egyptalandi.?? Teir so gjørdu; Áron rætti út hond sína við stavinum og sló í dustið á jørðini; tá komu mýggjabitar á bæði fólk og fæ; alt dustið á jørðini varð mýggjabitar í øllum Egyptalandi. Spámenninir royndu nú eisini við gandabrøgdum sínum at fáa mýggjabitar at koma, men teir kundu ikki. Og mýggjabitarnir vóru á bæði fólki og fæi. Tá søgdu spámenninir við Farao: ?Hetta er fingur Guds!? Men hjarta Faraos var hart við sama lagi, so hann lurtaði ikki eftir teimum soleiðis sum HARRIN hevði sagt. Tá segði HARRIN við Móses: ?Far í morgin árla og statt fyri Farao, táið hann fer oman at ánni, og sig við hann: ?So sigur HARRIN: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg! Letur tú ikki fólk Mítt fara, so skal Eg senda flugur yvir teg, yvir tænarar tínar, yvir fólk títt og yvir hús tíni húsini hjá Egyptum skulu verða full av flugum, ja, jørðin við, sum tey standa á! Men við landinum Gosen, sum fólk Mítt býr í, skal Eg tann dag gera undantak, so ongar flugur koma har fyri at tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN í landinum! Eg skal seta mark millum Mítt fólk og títt fólk í morgin skal hetta tekinið henda?? Og HARRIN so gjørdi: Óførir fluguflokkar komu inn í húsini hjá Farao og tænarum hansara og í øllum Egyptalandi landið varð oytt av flugum. Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði: ?Farið og ofrið til Gud tykkara her í landinum!? Men Móses svaraði: ?Tað ber ikki til at gera; tí tað, ið vit ofra til HARRAN Gud okkara, er Egyptum andstygd, og ofra vit nú fyri eygum Egypta tað, ið er teimum andstygd, so fara teir jú at steina okkum! Vit fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara, soleiðis sum Hann hevur álagt okkum!? Tá segði Farao: ?Eg skal lata tykkum fara, so tit fáa ofrað til HARRAN Gud tykkara í oyðimørkini; farið nú bert ikki ov langt! Og biðið fyri mær!? Móses svaraði: ?Ja, fyrsta sum eg komi út hiðani, skal eg biðja til HARRAN, og í morgin skulu flugurnar víkja frá Farao, frá tænarum hansara og frá fólki hansara! Bert Farao nú ikki brúkar svik longur og sýtir fólkinum at fara og ofra til HARRAN!? So fór Móses út frá Farao og bað til HARRAN. Og HARRIN gjørdi, sum Móses bað, og læt flugurnar víkja frá Farao, frá tænarum hansara og frá fólki hansara ikki ein varð eftir. Men Farao herdi hjarta sítt hesa ferð við; hann læt ikki fólkið fara. KAPITUL Fimta plágan: Fæpesturin, Sætta plágan: Svullirnir, Sjeynda plágan: Heglingurin, Nú segði HARRIN við Móses: ?Far til Farao og sig við hann: ?So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg! Setur tú teg ímóti at lata tey fara, og heldur tú teimum longur, so skal hond HARRANS koma yvir fæ títt á markini, yvir rossini, eslini, kamelarnar, neytini og smáfæið, við einum øgiligum pesti. Men HARRIN skal seta mark millum fæ Ísraels og fæ Egypta, so at einki skal doyggja av tí, ið menn Ísraels eiga.?? Og HARRIN ásetti eina tíð og segði: ?Í morgin skal HARRIN lata hetta henda í landinum.? Dagin eftir gjørdi HARRIN tá, sum Hann hevði sagt; alt fæið hjá Egyptum doyði, men av fænum hjá Ísraelsmonnum doyði ikki so mikið sum eitt kríatúr; táið Farao sendi boð, fekk hann at vita, at ikki so mikið sum eitt kríatúr av fænum hjá Ísraelsmonnum var deytt. Men hjarta Faraos varð hart, hann læt ikki fólkið fara. Tá segði HARRIN við Móses og Áron: ?Takið upp í nevarnar av sóti úr ovninum! Móses skal so kasta tað upp í loft, meðan Farao sær. Tað skal verða dustskýggj yvir øllum Egyptalandi, og tað skal taka ilt fyri seg og gera seg til svullir, bæði á fólki og fæi, í øllum Egyptalandi.? Teir tóku so sót úr ovninum og stigu fram fyri Farao, og Móses kastaði tað upp í loft; og tað tók ilt fyri seg og gjørdi seg til svullir, bæði á fólki og fæi. Svullirnir noyddu spámenninar at víkja fyri Mósesi; tí spámenninir høvdu svullir, tað sama sum allir aðrir Egyptar. Men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann lurtaði ikki eftir teimum soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses. Nú segði HARRIN við Móses: ?Stíg í morgin árla fram fyri Farao og sig við hann: ?So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg! Hesa ferð skal Eg senda allar plágur Mínar, yvir teg sjálvan, yvir tænarar tínar og yvir fólk títt fyri at tú skalt sanna, at eingin er sum Eg á allari jørðini. Eg hevði longu rætt hond Mína út og sligið teg og fólk títt við pesti, so tú vart oyddur av jørðini; men tí havi Eg latið teg sloppið at liva, fyri at lata teg síggja mátt Mín, og fyri at navn Mítt kann verða kunngjørt á allari jørðini. Tú stendur enn og forðar fólki Mínum og vilt ikki lata tey fara! So nú lati Eg um hesa tíðina í morgin øgiligan hegling bresta á, slíkan, sum aldri hevur verið í Egyptalandi, líka frá tí degi tað varð til og inntil nú. Send tí nú fólk at bjarga fæi tínum og øllum, ið tú hevur á markini! Alt fólk og fæ, ið úti á markini er og ikki er komið undir tak, skal verða rakt av heglinginum og doyggja!?? Teir av tænarum Faraos, sum óttaðust orð HARRANS, fingu nú trælir sínar og fæ sítt undir tak; men teir, ið ikki løgdu sær orð HARRANS á hjarta, lótu trælir sínar og fæ sítt verða verandi úti á markini. Tá segði HARRIN við Móses: ?Rætt upp hondina móti himli, so skal heglingur koma yvir alt Egyptaland, bæði yvir fólk og fæ og yvir allar urtir á markini í Egyptalandi!? So rætti Móses stavin upp móti himli; og HARRIN læt koma toru og hegling, og eldur sló niður á jørðina HARRIN læt hegla yvir Egyptaland. Heglingur kom, og eldur logaði í heglinginum so øgiligt, at slíkt hevði aldri verið í øllum Egyptalandi, síðani fólk kom hagar at búgva. Alt, ið á markini var í øllum Egyptalandi, tað sló heglingurin niður, bæði fólk og fæ; allar urtir á markini fóru í sor av heglinginum, og øll trø á markini breyt hann. Bert í Gosen, har sum Ísraelsmenn búðu, var eingin heglingur. Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði við teir: ?Hesa ferð havi eg syndað! Tað er HARRIN, sum hevur rætt, eg og fólk mítt, vit hava órætt! Biðið til HARRAN, at nú skal vera nóg mikið av toru og heglingi Hansara! So skal eg lata tykkum fara, tit skulu ikki verða verandi longur.? Móses svaraði honum: ?Táið eg eri komin út úr býnum, skal eg breiða út hendurnar til HARRAN; so skal toran halda uppat, og eingin heglingur koma meir fyri at tú skalt sanna, at jørðin hoyrir HARRANUM til. Men tað veit eg, at tú og tænarar tínir, tit óttast ikki Gud HARRAN enn!? Hørur og bygg var farið í sor; tí byggið var aksaskotið, og knappar vóru komnir á hørin; men hveiti og spelt vóru ikki sligin niður, tí tey koma seinni. Táið so Móses var farin avstað frá Farao og var komin út úr býnum, breiddi hann út hendurnar til HARRAN; tá hildu toran og heglingurin uppat, og regnið streymaði ikki niður longur. Men táið Farao sá, at regnið, heglingurin og toran vóru uppathildin, tá syndaði hann við sama lagi og herdi hjarta sítt, bæði hann og tænarar hansara. Hjarta Faraos var tá hart við sama lagi, hann læt ikki Ísraelsmenn fara soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses. KAPITUL Áttanda plágan: Grashoppurnar, Níggjunda plágan: Myrkrið, Nú segði HARRIN við Móses: ?Far til Farao! Tí tað eri Eg, sum havi hert hjartað í honum og tænarum hansara, fyri at Eg kann gera hesi tekin Míni ímillum teirra, og fyri at tú skalt kunna siga syni og sonarsyni tínum frá, hvussu Eg gjørdi við Egyptar, og frá tekinunum, ið Eg gjørdi ímillum teirra so tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.? Móses og Áron fóru tá til Farao og søgdu við hann: ?So sigur HARRIN, Gud Hebreara: Hvussu leingi ætlar tú ikki at eyðmýkja teg fyri Mær? Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg! Setur tú teg ímóti at lata fólk Mítt fara, so skal Eg í morgin lata grashoppur koma yvir land títt; tær skulu fjala landið, so markin sæst ikki, og tað, ið eftir er hjá tykkum aftan á heglingin, skulu tær eta upp á svaðasvørði; hvørt træ hjá tykkum, sum veksur á markini, skulu tær eta av; tær skulu so fylla hús tíni og húsini hjá øllum tænarum tínum og øllum Egyptum, at hvørki fedrar tínir ella fedrar fedra tína hava minst nakað slíkt, frá tí degi teir vórðu til á jørðini og líka til henda dag!? So vendi hann sær og fór frá Farao. Tá søgdu tænarar Faraos við hann: ?Hvussu leingi skal hesin maður vera okkum snerra? Lat nú hesi fólk fara, so tey fáa dýrkað HARRAN Gud sín! Dugir tú ikki at síggja enn, at Egyptaland gongur til grundar?? Boð fóru nú eftir Mósesi og Áron at koma aftur til Farao, og hann segði við teir: ?Farið avstað, dýrkið HARRAN Gud tykkara! Men hvørji eru nú tey, ið fara skulu?? Móses svaraði: ?Vit fara øll, bæði ung og gomul; bæði synir okkara og døtur okkara vilja vit hava við, bæði smáfæ og neyt okkara; tí vit skulu halda høgtíð fyri HARRANUM!? Tá segði hann við teir: ?HARRIN veri við tykkum, heldur enn eg lati tykkum fara við kvinnum og børnum tykkara! Hygga nú, um tit hava ikki ilt í huga! Nei tit menninir kunnu fara avstað og dýrka HARRAN tað var jú tað, ið tit vildu!? So vórðu teir riknir út frá Farao. Tá segði HARRIN við Móses: ?Rætt út hondina yvir Egyptaland, so skulu grashoppurnar koma yvir Egyptaland og eta upp alt, ið veksur í landinum, alt tað, ið heglingurin læt vera eftir!? So rætti Móses út stavin yvir Egyptaland, og HARRIN læt eystanstorm koma yvir landið allan tann dagin og alla náttina; táið morgunin kom, hevði eystanstormurin grashoppurnar við sær. Grashoppurnar komu yvir alt Egyptaland; ein ófør nøgd av teimum kom niður yvir Egyptaland, alt sum tað var; aldri áður høvdu so nógvar grashoppur verið, og aldri aftur koma so nógvar. Tær fjaldu alt landið, so at markin var svørt av teimum, og tær ótu alt, sum í landinum vaks, og alla frukt á trøunum, sum heglingurin hevði latið vera eftir; einki grønt varð eftir á trøunum ella á urtunum á markini í øllum Egyptalandi. Tá sendi Farao skundisliga boð eftir Mósesi og Áron og segði: ?Eg havi syndað móti HARRANUM Gudi tykkara og móti tykkum! Men fyrigevið mær nú synd mína hesa einu ferðina, og biðið til HARRAN Gud tykkara, at Hann lættir bert hesa deyðaplágu av mær!? Hann fór tá út aftur frá Farao og bað til HARRAN. Og HARRIN vendi vindinum, so tað varð ógvuliga nógvur vestanvindur; hann hevði grashoppurnar við sær og tveitti tær út í Reyðahav; ikki ein grashoppa varð eftir í Egyptalandi, øllum sum tað var. Men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann læt ikki Ísraelsmenn fara. Nú segði HARRIN við Móses: ?Rætt upp hondina móti himli, so skal slíkt myrkur koma yvir Egyptaland, at tikið skal kunna verða í tað!? Móses rætti tá upp hondina móti himli, og í tríggjar dagar varð tjúkt myrkur í øllum Egyptalandi. Ein sá ikki annan, og eingin fór av fetinum í tríggjar dagar; men allastaðni har sum Ísraelsmenn búðu, har var ljóst. Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og segði: ?Farið avstað og dýrkið HARRAN! Bert smáfæ og neyt tykkara skulu verða eftir; kvinnur og børn tykkara kunnu eisini fara við tykkum.? Men Móses segði: ?Tú mást eisini lata okkum fáa sláturoffur og brennioffur við, so vit fáa ofrað til HARRAN Gud okkara! Eisini fylgi okkara mugu vit hava við okkum, ikki ein kleyv skal verða eftir; tí av teimum er tað, vit mugu taka, táið vit skulu dýrka HARRAN Gud okkara. Og vit vita ikki, hvat vit skulu ofra til HARRAN, fyrrenn vit koma hagar.? Tá herdi HARRIN hjarta Faraos, so hann sýtti teimum at fara. Farao segði við hann: ?Far frá mær, og varða teg fyri at koma mær fyri eygu aftur! Tann dag tú kemur mær fyri eygu, skalt tú doyggja!? Móses svaraði: ?Rætt sigur tú! Eg skal ikki aftur koma tær fyri eygu!? KAPITUL Síðsta plágan boðað. HARRIN hevði sagt við Móses: ?Eina plágu enn skal Eg lata koma yvir Farao og Egyptaland; so skal hann lata tykkum fara hiðani; ja, táið hann letur tykkum fara, skal hann enntá reka tykkum avstað hiðani við øllum, ið tit hava. Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín, og hvør kvinna grannkonu sína, um stás av silvuri og gulli!? HARRIN gjørdi, at fólkið varð væl lýtt av Egyptum, og so var Móses eisini ógvuliga nógv umhildin maður í Egyptalandi, bæði av tænarum Faraos og av fólkinum. Móses segði: ?So sigur HARRIN: ?Um midnátt fari Eg ígjøgnum Egyptaland; og so skal alt frumborið í Egyptalandi doyggja, líka frá hinum frumborna hjá Farao, sum í hásætinum situr, til hin frumborna hjá trælkvinnuni, ið stendur við kvørnina, og alt frumborið av fænum. Tá skal í øllum Egyptalandi verða slíkt róp, sum aldri hevur verið hoyrt og aldri aftur skal verða hoyrt. Men ikki ein hundur skal goyggja eftir nøkrum Ísraelsmanni, hvørki eftir fólki ella fæi so tit skulu sanna, at HARRIN setur mark millum Egyptar og Ísrael! Tá skulu allir hesir tænarar tínir koma til mín og kasta seg til jarðar fyri mær og siga: ?Farið avstað, bæði tú og alt fólkið, ið fylgir tær eftir!? Og so skal eg fara avstað!? So fór hann út frá Farao í brennandi vreiði. Sum HARRIN hevði sagt við Móses og Áron: ?Farao fer ikki at lurta eftir tykkum fyri at undur Míni kunnu verða mong í Egyptalandi!? so gjørdu Móses og Áron øll hesi undur fyri Farao; men HARRIN herdi hjarta Faraos, so hann læt ikki Ísraelsmenn fara av landi sínum. KAPITUL Boð um páskirnar, Tíggjunda plágan: Hinir frumbornu doyggja, Ísrael fer út, Lógir um páskirnar, Nú talaði HARRIN við Móses og Áron í Egyptalandi og segði: ?Hesin mánaðurin skal vera fyrsti mánaður hjá tykkum; við hesum mánaði skal árið byrja hjá tykkum. Talið til samkomu Ísraels og sigið: ?Tann tíggjunda í hesum mánaði skal hvør húsbóndi taka eitt lamb eitt lamb fyri hvørt hús! Og eru ov fá í húsinum til eitt lamb, so skulu hann og næsti granni hansara taka eitt lamb saman, eftir talinum á húsfólki sínum; hvussu mong ið skulu vera um eitt lamb, skulu tit rokna eftir tí, ið hvør etur. Tað skal vera lýtaleyst veðurlamb, veturgamalt; av seyðinum ella av geitunum skulu tit taka tað. Tit skulu hava tað standandi inntil tann fjúrtanda í hesum mánaði; tá skal øll somul samkoma Ísraels drepa tað um sólsetur. Og tey skulu taka av blóðinum og smyrja á báðar durastavirnar og á træið yvir durunum í húsunum, sum tey eta tað í. Somu nátt skulu tit eta kjøtið; steikt við eld og aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað. Tit mugu einki av tí eta rátt ella kókað í vatni; tað skal vera steikt við eld, og við høvdinum, fótunum og innvølunum. Einki av tí mugu tit leiva til morgunin eftir; er nakað leivt av tí til morgunin eftir, so skulu tit brenna tað. Soleiðis skulu tit eta tað: Við gyrdum lendum, við skóm á fótunum og við stavi í hond; tit skulu eta tað í skundi tað eru páskir fyri HARRANUM. Tí somu nátt skal Eg ganga gjøgnum Egyptaland og drepa alt frumborið í Egyptalandi, bæði fólk og fæ; og yvir øllum gudum Egyptalands skal Eg halda dóm Eg eri HARRIN! Men hjá tykkum skal blóðið á húsunum, sum tit eru í, verða til tekin; táið Eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum, táið Eg slái Egyptaland. Hesin dagur skal vera tykkum minnisdagur, og tit skulu halda hann sum høgtíð fyri HARRANUM; tað skal vera tykkum ævig fyriskipan at halda hann, mann eftir mann. Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Alt fyri eitt fyrsta dagin skulu tit fáa alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; ein og hvør, ið etur súrgað breyð, líka frá fyrsta degi til sjeynda, skal verða týndur úr Ísrael. Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu, og sjeynda dagin skulu tit eisini halda heilaga samkomu; einki arbeiði má verða gjørt teir dagarnar; bert matin, ið einum og hvørjum tykkara tørvar, hann kunnu tit gera til, men einki annað. Tit skulu halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tí henda sama dag leiddi Eg herar tykkara út av Egyptalandi; tað skal tí vera tykkum ævig fyriskipan at halda henda dag, mann eftir mann. Um kvøldið tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit eta ósúrgað breyð, og tað skulu tit halda á at gera, líka til um kvøldið tann fyrsta og tjúgunda í sama mánaði. Í sjey dagar má ikki súrdeiggj finnast í húsum tykkara; ein og hvør, ið etur nakað súrgað, hann skal verða týndur úr samkomu Ísraels, veri hann so fremmandur ella føddur í landinum. Einki súrgað mugu tit eta; í hvørjum húsi skulu tit eta ósúrgað breyð.?? Móses kallaði nú saman allar teir elstu í Ísrael og segði við teir: ?Farið og fáið tykkum eitt lamb fyri hvørt húshald, og drepið páskalambið! Og takið tykkum isopkustar, drepið teir í blóðið í fatinum, og smyrjið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar av blóðinum í fatinum! Eingin av tykkum má fara út um dyrnar í húsi sínum fyrrenn morgunin eftir. Tí HARRIN fer at ganga gjøgnum landið og sláa Egyptar, og táið Hann tá sær blóðið á trænum yvir durunum og á báðum durastøvunum, skal Hann leypa dyrnar um og ikki geva oyðaranum loyvi at koma inn í hús tykkara og sláa tykkum. Hetta skulu tit halda; tað skal til ævigar tíðir vera tær og børnum tínum ein fyriskipan. Og táið tit koma inn í landið, sum HARRIN fer at geva tykkum, soleiðis sum Hann hevur lovað, skulu tit halda hesa gudstænastu. Táið tá børn tykkara spyrja tykkum: ?Hvat hevur henda gudstænasta at týða, sum tit halda?? so skulu tit svara: ?Hetta er páskaoffur fyri HARRANUM, sum í Egyptalandi leyp hús Ísraelsmanna um; Hann sló Egyptar, men spardi hús okkara!?? Tá boygdi fólkið seg og tilbað. Ísraelsmenn fóru nú og gjørdu hetta; sum HARRIN hevði sagt við Móses og Áron, so gjørdu teir. So um midnátt drap HARRIN alt frumborið í Egyptalandi, líka frá hinum frumborna hjá Farao, sum í hásætinum sat, til hin frumborna hjá fanganum, sum sat í fangahúsinum, og alt frumborið av fænum. Tá fór Farao upp um náttina, hann og allir tænarar hansara og allir Egyptar, og ógvuligt róp varð í Egyptalandi; tí ikki var tað hús, sum eingin deyður var í. Og hann sendi um náttina boð eftir Mósesi og Áron og segði: ?Gerið tykkum til og farið avstað frá fólki mínum, bæði tit og Ísraelsmenn, farið avstað og dýrkið HARRAN, sum tit hava sagt! Takið við tykkum bæði smáfæ og neyt tykkara, sum tit hava sagt farið, og biðið eisini gott yvir meg!? Og Egyptar strongdu á fólkið, at fáa tey sum skjótast av landinum; tí teir søgdu: ?Vit doyggja, hvør ein!? So tók fólkið deiggj sítt, áðrenn tað var súrgað; tey ballaðu deigtrogini inn í klæði síni og bóru tey á herðunum. Ísraelsmenn høvdu gjørt, sum Móses hevði sagt; tey høvdu biðið Egyptar um stás av silvuri og gulli og um klæði; og HARRIN hevði gjørt, at fólkið var væl lýtt av Egyptum, so tey góvu teimum tað, ið tey bóðu um. Tey tóku soleiðis fong frá Egyptum. So fóru Ísraelsmenn tá avstað úr Rameses og tóku leiðina til Sukkot, til gongu, okkurt um mans, umframt kvinnur og børn. Við teimum fór eisini stórur hópur av alskyns fólki, hartil smáfæ og neyt, ófør mongd av fæi. Av deignum, ið tey høvdu við sær úr Egyptalandi, bakaðu tey ósúrgað breyð; tað var ikki súrgað, tí tey vóru rikin av Egyptalandi og høvdu ikki fingið drálað; heldur ikki høvdu tey matgjørt til ferðina. Tíðin, ið Ísraelsmenn høvdu búð í Egyptalandi, var ár. Júst tann dagin tey árini vóru á enda, fóru allir herar HARRANS av Egyptalandi. Ein vøkunátt HARRANS var henda, táið Hann skuldi leiða tey út av Egyptalandi. Henda nátt er vígd HARRANUM, ein vøkunátt hjá øllum Ísraelsmonnum, mann eftir mann. HARRIN segði við Móses og Áron: ?Hetta er fyriskipanin um páskalambið: Eingin fremmandur má eta av tí. Men trælur, ið er keyptur fyri pening, hann kann eta av tí, um tú hevur umskorið hann. Eingin útlendingur, ið býr í landinum, má eta av tí, ei heldur nakar dagløntur maður. Tað skal verða etið í einum og sama húsi; einki av kjøtinum má verða borið út úr húsinum; og tit mugu einki bein bróta í tí. Øll samkoma Ísraels skal halda hetta. Er ein fremmandur hjá tær at vera, og hann hevur hug at halda páskir fyri HARRANUM, so skal alt mannkyn hjá honum verða umskorið; so kann hann sleppa at vera við at halda tær; hann skal tá vera sum ein, ið føddur er í landinum. Men eingin óumskorin má eta av tí. Ein og sama lóg skal galda fyri tann, ið føddur er í landinum, og tann fremmanda, ið er at vera hjá tykkum.? Ísraelsmenn so gjørdu; sum HARRIN hevði álagt Mósesi og Áron, so gjørdu teir. So leiddi tá HARRIN henda sama dag Ísraelsmenn út av Egyptalandi, her eftir her. KAPITUL Lógir um hitt frumborna og um høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini, Ferðin at Reyðahavi. Skýstólpin og eldstólpin, HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tú skalt halga Mær alt frumborið, alt tað hjá Ísraelsmonnum, sum opnar móðurlív, tað veri fólk ella fæ Mær hoyrir tað til!? Móses segði nú við fólkið: ?Minnist henda dagin, táið tit fóru út av Egyptalandi, úr trælahúsinum! Tí við sterkari hond leiddi HARRIN tykkum út haðani. Einki súrgað breyð má verða etið. Í dag fara tit út, í abib mánaði. Táið HARRIN nú leiðir teg inn í land Kána'anita, Hetita, Amorita, Hevita og Jebusita, landið, ið Hann svór fedrum tínum at geva tær, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, tá skalt tú halda hesa fyriskipan í hesum mánaði. Í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, og sjeynda dagin skal høgtíð vera fyri HARRANUM. Ósúrgað breyð skalt tú eta allar sjey dagarnar, og hvørki súrgað breyð ella súrdeiggj má finnast nakrastaðni hjá tær, í øllum landi tínum. Og tann dagin skalt tú siga syni tínum, at hetta verður gjørt til minni um tað, ið HARRIN gjørdi fyri teg, táið tú fórt út av Egyptalandi. Tað skal vera tær sum tekin á hondini og minnisskrift á pannuni fyri at lóg HARRANS skal vera tær á munni; tí við sterkari hond førdi HARRIN teg út av Egyptalandi. Ár eftir ár skalt tú ta ásettu tíðina gera eftir hesi fyriskipan. Og táið HARRIN hevur ført teg til land Kána'anita, soleiðis sum Hann svór tær og fedrum tínum, og gevur tær tað, tá skalt tú lata HARRAN fáa alt tað, ið opnar móðurlív; alt tað frumborna undan fæi tínum skal hoyra HARRANUM til um tað er hannslag. Men alt tað frumborna undan eslum skalt tú loysa við lambi; og loysir tú tað ikki, so skalt tú bróta hálsin á tí. Og alt frumborið av menniskjum millum synir tínar skalt tú loysa. Táið so í framtíðini sonur tín spyr teg: ?Hvat hevur hetta at týða?? so skalt tú svara honum: ?Við sterkari hond førdi HARRIN okkum út av Egyptalandi, úr trælahúsinum. Tí táið Farao gjørdi seg harðan og vildi ikki lata okkum fara, tá drap HARRIN alt frumborið í Egyptalandi, bæði fólk og fæ; tí ofra vit HARRANUM alt tað, ið opnar móðurlív, um tað er hannslag, og allar teir frumbornu av sonum okkara loysa vit.? Tað skal vera tær sum tekin á hondini og minnisseðil á pannuni; tí við sterkari hond førdi HARRIN okkum út av Egyptalandi.? Táið nú Farao læt fólkið fara, leiddi Gud tey ikki vegin til Filistaraland sum hevði verið stytsta leiðin; tí Gud segði: ?Fólkið kundi komið at angrað tað, táið tey síggja, at kríggj verður, og vent aftur til Egyptalands!? Nei, Gud læt fólkið fara umveg gjøgnum oyðimørkina móti Reyðahavi. Ísraelsmenn fóru vápnaðir út av Egyptalandi. Móses tók bein Jósefs við sær; Jósef hevði jú tikið eið av sonum Ísraels og sagt: ?Táið Gud nú vitjar tykkum, flytið tá bein míni við tykkum hiðani!? Tey fóru so avstað úr Sukkot og gjørdu steðg í Etam, har sum oyðimørkin byrjar. HARRIN gekk undan teimum, um dagin í skýstólpa at vísa teimum veg og um náttina í eldstólpa at lýsa teimum; so fingu tey ferðast bæði dag og nátt. Skýstólpin veik ikki frá fólkinum um dagin, ei heldur eldstólpin um náttina. KAPITUL Ferðin um Reyðahav. HARRIN talaði nú við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu venda við og gera steðg framman fyri Pi-Hakirot, millum Migdol og havið, beint yvir av Ba'al-Zefon; har skulu tit gera steðg, við havið. Farao fer tá at halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum og innistongdir í oyðimørkini. Og Eg skal herða hjarta Faraos, so hann heldur eftir teimum, og so skal Eg opinbera dýrd Mína á Farao og øllum heri hansara, og Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN!? Tey so gjørdu. Táið nú kongurin í Egyptalandi fekk boð um, at fólkið var rýmt, tá skiftu Farao og tænarar hansara sinni móti fólkinum, og teir søgdu: ?Hví mundu vit kortini gera hetta, at lata Ísraelsmenn fara úr tænastu okkara!? So læt hann seta hestarnar fyri vagn sín og tók menn sínar við sær; hann tók útvaldar vagnar og allar hinar vagnarnar í Egyptalandi og mannaði teir allar við vagnkøppum. Tí HARRIN herdi hjartað í Farao egyptakongi, so hann helt eftir Ísraelsmonnum; men Ísraelsmenn fóru avstað, vardir av sterkari hond. So hildu Egyptar eftir teimum, allir vagnar Faraos, hestmenninir og allur herur hansara, og teir fingu tey aftur, táið tey høvdu gjørt steðg við havið, við Pi-Hakirot, yvir av Ba'al-Zefon. Táið nú Farao nærkaðist, hugdu Ísraelsmenn upp og fingu at síggja Egyptar, ið komu eftir teimum; tá fall ógvulig ræðsla á Ísraelsmenn, og tey róptu til HARRAN. So søgdu tey við Móses: ?Vóru tá ongar gravir í Egyptalandi, síðani tú ert farin higar við okkum at doyggja í oyðimørkini! Hvat er tað, ið tú hevur gjørt við okkum, at fara av Egyptalandi við okkum! Var tað ikki tað, ið vit søgdu við teg í Egyptalandi: ?Lat okkum vera, lat okkum halda við at træla hjá Egyptum, tað er betri fyri okkum at træla hjá Egyptum enn at doyggja í oyðimørkini!?? Men Móses svaraði fólkinum: ?Ræðist ikki! Standið nú føst, so skulu tit síggja frelsu HARRANS, sum Hann í dag skal senda tykkum! Tí sum tit síggja Egyptar í dag, skulu tit aldri í allar ævir síggja teir uppaftur. HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!? HARRIN segði nú við Móses: ?Hví rópar tú til Mín! Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu fara longur! Lyft stav tín og rætt út hondina yvir havið, og klúgv tað sundur, so Ísraelsmenn fáa farið um havið á turrum! So skal Eg herða hjartað í Egyptum, so teir halda eftir teimum, og Eg skal opinbera dýrd Mína á Farao og øllum heri hansara, á vagnum og hestmonnum hansara. Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opinberi dýrd Mína á Farao og vagnum og hestmonnum hansara!? Eingil Guds, ið gekk undan heri Ísraels, flutti seg nú og gekk aftan á teimum, og skýstólpin, ið var framman fyri tey, flutti seg og stóð aftan fyri tey, so hann kom ímillum egyptaherin og her Ísraels; øðrumegin var hann skýggj og myrkur, og hinumegin lýsti hann upp náttina. Hvørgin herurin nærkaðist tá hinum alla náttina. Móses rætti so út hondina yvir havið; og HARRIN læt sjógvin svinna burtur fyri hørðum eystanstormi, sum var alla náttina; Hann gjørdi soleiðis havið til turt land, sjógvurin klovnaði sundur. So fóru Ísraelsmenn beint tvørtur um havið, á turrum; men sjógvurin stóð sum ein veggur høgrumegin og vinstrumegin tey. Egyptar hildu eftir teimum líka mitt út í havið, allir hestar, vagnar og hestmenn Faraos. Men táið morgunvøkan var komin, hugdi HARRIN úr eld- og skýstólpanum niður á Egyptaherin og fekk hann í ólag; Hann læt hjólini detta av vagnum teirra, so at lítið gekk fram hjá teimum. Tá søgdu Egyptar: ?Latið okkum flýggja fyri Ísrael, tí HARRIN stríðir fyri tey móti Egyptum!? Men HARRIN segði við Móses: ?Rætt út hondina yvir havið, so skal sjógvurin koma aftur yvir Egyptar, yvir vagnar og hestmenn teirra.? Móses rætti tá út hondina yvir havið; móti morgni kom sjógvurin so aftur, hagar sum hann var vanur at vera, beint ímóti Egyptum, sum flýddu; HARRIN rak Egyptar beint út í havið. Sjógvurin kom aftur, og legði yvir vagnarnar og hestmenninar, allan her Faraos, sum var farin eftir teimum út í havið; ikki so mikið sum ein varð eftir av teimum. Men Ísraelsmenn vóru farnir um havið á turrum, og sjógvurin stóð sum ein veggur høgrumegin og vinstrumegin tey. Soleiðis frelsti HARRIN tann dagin Ísrael úr hondum Egypta, og Ísrael sá Egyptar liggja deyðar í fjøruni við sjógvin. Táið Ísrael sá stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt við Egyptar, óttaðist fólkið HARRAN; og tey trúðu á HARRAN og á tænara Hansara Móses. KAPITUL Lovsongur Ísraels, Vatnið í Mara, Fólkið kemur til Elim, Tá sungu Móses og Ísraelsmenn HARRANUM henda songin: ?Eg lovsyngi HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið! HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð frelsa mín! Hann er Gud mín eg prísi Honum, Gud faðirs míns eg geri Hann stóran! HARRIN er hermaður HARRIN er navn Hansara. Vagnar Faraos og her hansara kastaði Hann í havið, útvaldu vagnkappar hansara druknaðu í Reyðahavi; djúpini fjaldu teir, teir sukku sum steinar í djúpini! Høgra hond Tín, HARRI, hevur fingið heiður í megi, høgra hond Tín, HARRI, sorar fíggindar! Í stóru dýrd Tíni fellir Tú fíggindar Tínar, Tú letur vreiði Tína sleppa leysa, hon ger teir til einkis sum hálm. Fyri blástrinum úr nøs Tíni dungaðust vøtnini upp; bylgjurnar stóðu sum ein veggur, djúp vøtn stívnaðu mitt í havinum. Fíggindin segði: ?Eg haldi eftir teimum, fái tey aftur, skifti sundur fong, metti sál mína við teimum, eg dragi svørðið, hond mín skal oyða tey!? Tú blásti við anda Tínum, havið fjaldi teir, teir sukku sum blýggj í hinum veldigu vøtnum. Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki! Tú rætti út høgru hond Tína, jørðin gloypti teimum. Tú leiddi í miskunn Tíni fólkið, ið Tú loysti út, Tú leiðir tey í megi Tíni til heilaga bústað Tín. Fólkasløgini hoyrdu tað og nøtraðu, angist fellur á tey, sum í Filistaralandi búgva. Tá kom ræðsla á høvdingar Edoms, høvdingar Móabs tóku at nøtra; teir, sum búðu í Kána'an, mistu allir mótið. Ræðsla og angist kom á teir, fyri veldiga armi Tínum vórðu teir málleysir sum steinar, meðan fólk Títt heldur fram, á HARRI, meðan tað heldur fram, fólkið, ið Tú vanst Tær! Tú leiðir tey inn og plantar tey á arvafjalli Tínum, á staðnum, ið Tú hevur gjørt til bústað Tín, HARRI, í halgidóminum, HARRI, sum hendur Tínar hava grundfest. HARRIN er kongur í allar ævir!? Tí táið hestar Faraos við vagnum og hestmonnum hansara fóru út í havið, læt HARRIN sjógvin í havinum venda aftur út yvir teir; men Ísraelsmenn fóru um havið á turrum. Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi. Mirjam skipaði songin: ?Lovsyngið HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!? So læt Móses Ísraelsmenn fara avstað frá Reyðahavi, og tey fóru út í oyðimørkina Sur; tey gingu nú tríggjar dagar í oyðimørkini og funnu einki vatn. Tá komu tey til Mara; men vatnið í Mara fingu tey ikki drukkið, tí tað var beiskt. Staðið fekk tí navnið Mara. Tá knarraði fólkið inn á Móses og segði: ?Hvat skulu vit drekka!? Men hann rópti til HARRAN, og HARRIN vísti honum eitt træ, sum hann kastaði í vatnið; tá varð vatnið drekkandi. Har setti Hann teimum lóg og rætt, og har royndi Hann tey. Hann segði: ?Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar men Eg eri HARRIN, lækni tín!? So komu tey til Elim; har vóru vatnkeldur og pálmatrø, og tey gjørdu steðg har við vatnið. KAPITUL Ísrael knarrar, Mannað og lynghøsnini, Síðani fóru tey avstað úr Elim, og tann fimtanda í øðrum mánaði eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi, kom øll samkoma Ísraelsmanna til oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai. Men øll samkoma Ísraelsmanna knarraði inn á Móses og Áron í oyðimørkini; Ísraelsmenn søgdu við teir: ?Høvdu vit bert doyð fyri hond HARRANS í Egyptalandi, har sum vit sótu við kjøtpottarnar og fingu etið okkum mett av breyði! Tit eru farnir út í hesa oyðimørk við okkum at lata alt hetta nógva fólk doyggja í hungri!? Tá segði HARRIN við Móses: ?Eg skal lata breyð av himli regna niður til tykkara, og fólkið skal hvønn dag fara út og sanka so mikið, sum teimum dagliga tørvar; soleiðis skal Eg royna tey, um tey vilja fylgja lóg Míni ella ikki. Og táið tey tann sætta dagin gera til tað, ið tey hava havt til hús við sær, skal tað vera dupult so mikið, sum tey sanka hinar dagarnar.? Móses og Áron søgdu so við allar Ísraelsmenn: ?Í kvøld skulu tit sanna, at tað er HARRIN, sum hevur ført tykkum út av Egyptalandi; og í morgin skulu tit fáa dýrd HARRANS at síggja; tí Hann hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á HARRAN; hvat eru vit, at tit knarra inn á okkum!? Og Móses legði aftrat: ?Tit skulu fáa tað at síggja, táið HARRIN í kvøld gevur tykkum kjøt at eta og í morgin breyð, so tit verða mett; tí HARRIN hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á Hann. Hvat eru vit! Tað er ikki inn á okkum, tit knarra, tað er inn á HARRAN!? Móses segði nú við Áron: ?Sig við alla samkomu Ísraelsmanna: ?Stígið fram fyri ásjón HARRANS, tí Hann hevur hoyrt, hvussu tit knarra!?? Táið so Áron segði tað við alla samkomu Ísraelsmanna, vendu tey sær móti oyðimørkini, og tá opinberaðist dýrd HARRANS í skýnum. Tá talaði HARRIN við Móses og segði: ?Eg havi hoyrt, hvussu Ísraelsmenn knarra. Sig við teir: ?Um sólsetur skulu tit fáa kjøt at eta, og í morgin skulu tit fáa breyð at metta tykkum við; so skulu tit sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara!?? Um kvøldið komu lynghøsn og duttu í tjúkkum lagi niður yvir tilhaldið, og morgunin eftir var nógv døgg rundan um tilhaldið. Og táið avsett var, lá yvir oyðimørkini nakað fínt, líkasum korn, nakað fínt, sum líktist rími á jørðini. Táið Ísraelsmenn sóu tað, spurdu teir hvør annan: ?Hvat er hatta?? Teir vitstu ikki, hvat tað var. Men Móses segði við teir: ?Hatta er breyðið, ið HARRIN hevur givið tykkum til føði. Og hetta er boð HARRANS: Tit skulu sanka av tí, hvør so mikið sum honum tørvar, ein omer til mans eftir talinum á húsfólki tykkara; ein og hvør skal taka til teirra, sum í tjaldi hansara eru.? Hetta gjørdu nú Ísraelsmenn; teir sankaðu, summir meiri, og summir minni. Og táið teir máldu tað í omermálinum, hevði tann, ið nógv hevði sankað, einki til avlops, og tann, ið lítið hevði sankað, hevði ikki ov lítið; ein og hvør hevði sankað so mikið, sum honum tørvaði. So segði Móses við teir: ?Eingin má goyma nakað av tí til í morgin!? Teir aktaðu tó ikki Móses; nei, summir goymdu nakað av tí til morgunin eftir; tá var tað fult av maðki og stinkaði, og Móses varð illur við teir. Soleiðis sankaðu teir nú hvønn morgun, hvør so mikið sum honum tørvaði. Men táið sólin brendi heit, bráðnaði tað. Sætta dagin sankaðu teir dupult so mikið breyð, tveir omerar til mans. Og allir høvdingar samkomunnar komu og søgdu Mósesi tað. Men hann segði við teir: ?Hetta er júst, sum HARRIN hevur sagt. Í morgin er hvíludagur, heilagur sabbatur fyri HARRANUM; bakið nú tað, ið tit ætla at baka, og kókið tað, ið tit ætla at kóka! Og alt tað, ið av loypur, skulu tit hava eftir og goyma til í morgin.? Teir lótu tað tá liggja til dagin eftir, soleiðis sum Móses hevði sagt við teir; men nú fór tað ikki at stinka, og ikki kom maðkur í tað. Tá segði Móses: ?Etið hetta í dag! Tí í dag er sabbatur fyri HARRANUM; í dag finna tit einki á markini. Seks dagar skulu tit savna av tí; men sjeynda dagin, sabbatin, verður einki at finna av tí.? Kortini fóru nakrir av fólkinum út at sanka saman sjeynda dagin; men teir funnu einki. Tá segði HARRIN við Móses: ?Hvussu leingi ætla tit at seta tykkum ímóti at halda boð Míni og lógir Mínar! Hugsið tó um, at HARRIN hevur givið tykkum sabbatin! Tí gevur Hann tykkum sætta dagin breyð fyri tveir dagar. Ein og hvør av tykkum skal verða, har sum hann er, eingin má fara frá húsum sjeynda dagin!? So hvíldi fólkið sjeynda dagin. Ísraelsmenn róptu tað manna; tað líktist korianderfræi, var hvítt og smakkaði sum hunangskøka. Framvegis segði Móses: ?Hetta er boð HARRANS: Fyllið ein omer av tí og goymið hann til eftirkomarar tykkara, so teir kunnu síggja breyðið, ið Eg gav tykkum at eta í oyðimørkini, táið Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi!? So segði Móses við Áron: ?Tak eina krukku, lat ein omer av manna í hana og set hana framman fyri ásjón HARRANS at verða goymda til eftirkomarar tykkara!? Áron gjørdi, sum HARRIN hevði álagt Mósesi; hann setti hana framman fyri vitnisburðin at verða goymda. Í ár ótu Ísraelsmenn manna inntil teir komu í bygt land; teir ótu manna, líka til teir komu til mark Kána'anslands. Ein omer er tíggjundaparturin av eini efu. KAPITUL Móses fær teimum vatn í Massa og Meriba, Bardagin við Amalekitar, Síðani fór øll samkoma Ísraels avstað úr oyðimørkini Sin og ferðaðist í dagsferðum eftir boði HARRANS. Men táið tey gjørdu steðg í Refidim, hevði fólkið einki vatn at drekka. Tá kjakaðist fólkið við Móses og segði: ?Lat okkum fáa vatn at drekka!? Móses svaraði teimum: ?Hví kjakast tit við meg? Hví freista tit HARRAN?? Men fólkið tysti har eftir vatni og knarraði inn á Móses og segði: ?Hví ert tú farin av Egyptalandi við okkum? Var tað til at lata okkum og børn okkara og fæ okkara doyggja av tosta?? Tá rópti Móses til HARRAN og segði: ?Hvat skal eg gera við hetta fólk! Tað vantar lítið á, at tey steina meg!? Men HARRIN segði við Móses: ?Stíg fram fyri fólkið, og tak við tær nakrar av teimum elstu í Ísrael! Stavin, ið tú slóst Nilá við, tak hann í hondina og fær so! Eg skal standa har framman fyri teg á klettinum við Horeb, og tú skalt sláa á klettin; so skal vatn renna út úr honum, so fólkið fær at drekka.? Hetta gjørdi nú Móses, so teir elstu í Ísrael sóu. Og hann gav hesum staðnum navnið Massa og Meriba, tí Ísraelsmenn høvdu har kjakast og freistað HARRAN og sagt: ?Er HARRIN ímillum okkara ella ikki?? Nú komu Amalekitar og herjaðu á Ísraelsmenn í Refidim. Tá segði Móses við Josva: ?Vel okkum menn og far í morgin út í bardaga við Amalekitar! Eg skal standa ovast á høvdini við stavi Guds í hondini.? Josva gjørdi, sum Móses hevði sagt við hann, og fór í bardaga við Amalekitar; og Móses, Áron og Hur fóru heilt niðan á høvdina. So leingi sum nú Móses helt hondini upp, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning. Og táið Móses møddist í hondunum, tóku teir stein og løgdu undir hann; hann setti seg so á hann, og Áron og Hur styðjaðu hondum hansara, hvør sínumegin; soleiðis vóru hendur hansara upplyftar, alla tíðina inntil sólin gekk undir. Josva høgdi tá Amalekitar og fólk teirra niður við svørðsegg. Tá segði HARRIN við Móses: ?Skriva hetta í bók, so tað kann verða minst, og prenta tað inn í Josva! Tí Eg skal so heilt strika út minnið um Amalekitar undir himli!? So reisti Móses altar og kallaði tað: ?HARRIN er hermerki mítt.? Og hann segði: ?Hond er rætt út úr hásæti HARRANS: ?HARRIN hevur kríggj við Amalek mann eftir mann!?? KAPITUL Jetro vitjar Móses, Lærir hann nýggja rættarskipan, Táið Jetro, presturin í Midjan, verfaðir Móses, frætti alt tað, ið Gud hevði gjørt fyri Móses og fólk Sítt, Ísrael, hvussu HARRIN hevði leitt Ísrael út av Egyptalandi, tók Jetro, verfaðir Móses, Zipporu, konu Móses, sum hann hevði sent heimaftur, og báðar synir hennara annar teirra æt Gersom; ?tí,? hevði hann sagt, ?eg eri vorðin gestur í fremmandum landi;? og hin æt Eliezer; ?tí,? hevði hann sagt, ?Gud faðirs míns hevur verið hjálp mín og bjargað mær undan svørði Faraos.? Táið nú Jetro, verfaðir Móses, kom við sonum og konu hansara til hansara í oyðimørkini, har sum hann hevði gjørt steðg, við fjall Guds, sendi hann Mósesi hesi boð: ?Eg, verfaðir tín, Jetro, komi til tín við konu tíni og báðum sonum hennara.? Tá fór Móses ímóti verfaðir sínum, boygdi seg fyri honum og heilsaði honum, og táið teir høvdu spurt hvør annan, hvussu við vitsti, fóru teir inn í tjaldið. Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið HARRIN fyri Ísraels skuld hevði gjørt við Farao og Egyptaland, frá øllum trupulleikunum, ið teimum høvdu møtt á vegnum, og hvussu HARRIN hevði hjálpt teimum. Tá gleddist Jetro um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt Ísrael, at Hann hevði bjargað teimum undan hond Egypta. Jetro segði: ?Lovaður veri HARRIN, sum bjargaði tykkum undan hond Egypta og hond Faraos, og sum bjargaði fólkinum undan hond Egypta! Nú veit eg, at HARRIN er størri enn allir gudar; tí við tí, sum Egyptar vístu hugmóð sítt móti hesum fólki við, var tað, ið Hann vísti seg so!? Jetro, verfaðir Móses, bar nú fram brennioffur og sláturoffur til Gud, og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð við verfaðir Móses fyri ásjón Guds. Dagin eftir settist Móses at skifta rætt millum fólkið, og fólkið stóð rundan um Móses líka frá morgni til kvølds. Men táið verfaðir Móses sá alt stríðið, ið hann hevði av fólkinum, segði hann: ?Hvat er hetta fyri stríð, ið tú hevur av fólkinum! Hví situr tú einsamallur og dømir, og alt fólkið stendur rundan um teg frá morgni til kvølds?? Móses svaraði verfaðir sínum: ?Fólkið kemur til mín at fáa vilja Guds at vita; táið tey hava søk, koma tey til mín, og eg dømi millum partarnar og lati tey vita boð og lógir Guds.? Tá segði verfaðir Móses við hann: ?Tú bert teg ikki beint at í hesum! Á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú sjálvur og fólkið, ið við tær er; tí hetta arbeiði er ov mikið fyri teg, tú ert ikki mentur at gera tað einsamallur. Men hoyr nú meg! Eg skal leggja tær ráð, og Gud skal vera við tær: Tú skalt stíga fram fyri Gud í navni fólksins og leggja sakir teirra fram fyri Hann; og tú skalt fáa tey at skilja boðini og lógirnar og vísa teimum vegin, tey skulu ganga, og tað, ið tey skulu gera. Men tú skalt millum alt fólkið velja tær dugandi menn, ið óttast Gud, menn, ið lítandi er á, og sum hata vinning av órætti; teir skalt tú seta yvir teimum, sum fyristøðumenn, summar yvir summar yvir summar yvir og summar yvir Teir skulu so skifta rætt millum fólkið altíð. Allar sakir, ið nógvan týdning hava, skulu teir lata koma fyri teg, men í øllum søkum, sum minni hava at týða, skulu teir døma sjálvir. Soleiðis lættir tú tær sjálvum byrðina, og teir bera hana við tær. Gert tú hetta og vil Gud tað so tá fert tú at kunna halda út, og so kemur eisini alt fólkið her at kunna fara heim í friði.? Móses fylgdi ráði verfaðirs síns og gjørdi alt, ið hann segði. Hann valdi dugandi menn av øllum Ísrael og setti teir til høvuðsmenn yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar at vera yvir summar yvir summar yvir og summar yvir Teir skiftu so rætt millum fólkið altíð; allar torførar sakir lótu teir koma fram fyri Móses, men í øllum søkum, sum minni høvdu at týða, dømdu teir sjálvir. Síðani læt Móses verfaðir sín fara avstað aftur, og hann fór heimaftur til sítt egna land. KAPITUL Opinberingin á Sinai. Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, tann dagin komu teir í Sinaioyðimørk. Teir fóru úr Refidim og komu í Sinaioyðimørk og gjørdu steðg í oyðimørkini; Ísrael gjørdi steðg har beint yvir av fjallinum; men Móses fór niðan til Gud. Tá rópti HARRIN til hansara av fjallinum og segði: ?Hetta skalt tú siga við hús Jákups og kunngera børnum Ísraels: ?Tit hava sæð tað, ið Eg gjørdi við Egyptar, og hvussu Eg bar tykkum á arnaveingjum og leiddi tykkum til Mín. Akta tit nú rødd Mína, og halda tit sáttmála Mín, so skulu tit fram um øll fólk vera ogn Mín tí øll jørðin er Mín og tit skulu vera Mær kongaríki av prestum og heilagt fólk.? Hetta eru orðini, ið tú skalt tala við børn Ísraels.? Táið so Móses kom aftur, kallaði hann hinar elstu í fólkinum saman og bar fram fyri teir øll hesi orð, ið HARRIN hevði álagt honum. Og alt fólkið svaraði, øll sum eitt: ?Alt tað, ið HARRIN hevur sagt, skulu vit gera!? So fór Móses aftur til HARRAN við svari fólksins. Nú segði HARRIN við Móses: ?Eg skal koma til tín í tjúkkum skýggi, so fólkið kann hoyra, táið Eg tali við teg, og allar dagar trúgva á teg!? Móses kunngjørdi HARRANUM svar fólksins. Tá segði HARRIN við Móses: ?Far til fólkið og lat tey halga seg í dag og í morgin, vaska klæði síni og halda seg til reiðar til í ovurmorgin! Tí í ovurmorgin kemur HARRIN fyri eygum als fólksins niður á Sinaifjall. Og tú skalt gera fólkinum mark rundanum og siga: ?Varðið tykkum fyri at fara niðan á fjallið ella so mikið sum nema við tað í neðra! Tann, ið nemur við fjallið, skal vissuliga lata lív! Eingin hond skal røra hann; hann skal verða steinaður ella skotin; tað veri dýr ella menniskja tað skal ikki liva.? Táið lúðurin ljóðar við longum tónum, skulu teir* fara niðan á fjallið.? So fór Móses oman av fjallinum til fólkið, og hann læt fólkið halga seg og vaska klæði síni. Og hann segði við fólkið: ?Haldið tykkum til reiðar til í ovurmorgin eingin má koma kvinnu nær!? So í dimmalættingini triðja dagin fór at torna, og snarljós gingu, tjúkt skýggj legðist niður á fjallið, og ógvuligt lúðraljóð hoyrdist. Tá bivaði alt fólkið í tilhaldinum. Men Móses fór við fólkinum úr tilhaldinum, ímóti Gudi; og tey stóðu undir fjallinum. Og alt Sinaifjall var í einum royki; tí HARRIN var komin niður á tað í eldi; roykurin stóð upp av tí sum roykurin úr ovni, og alt fjallið ristist. Lúðraljóðið varð harðari og harðari; Móses talaði, og Gud svaraði honum við harðari rødd. HARRIN kom niður á Sinaifjall, á fjalstindin; HARRIN rópti Móses niðan á fjalstindin, og Móses fór niðan hagar. HARRIN segði tá við Móses: ?Far oman aftur og ávara fólkið, at tey ota seg ikki fram at HARRANUM, at síggja Hann; tí so skulu mong av teimum falla. Eisini prestarnir sum annars stíga fram fyri HARRAN eisini teir skulu halga seg, fyri at HARRIN skal ikki lata oyðing ráma teir.? Men Móses segði við HARRAN: ?Fólkið kann ikki koma niðan á Sinaifjall; Tú hevur jú sjálvur ávarað okkum og sagt, at vit skuldu gera mark rundan um fjallið og halga tað!? Tá segði HARRIN við hann: ?Far nú oman, og kom so niðan aftur higar og hav Áron við tær! Men prestarnir og fólkið mugu ikki ota seg fram at koma niðan til HARRAN, fyri at Hann skal ikki lata oyðing ráma tey!? Móses fór so oman til fólkið og segði hetta við tey. KAPITUL Hini boðini, Fólkið ræðist Gud, Forboð fyri at dýrka avgudar, Lógir um altar, Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði: ?Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum. Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg. Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini; tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg, men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni. Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara. Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan! Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt; men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni. Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann. Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær! Tú mást ikki drepa. Tú mást ikki dríva hor. Tú mást ikki stjala. Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur.? Men táið alt fólkið hoyrdi og sá toruna, snarlósini og lúðraljóðið og fjallið í royki, bivaðu tey og hildu seg langt burtur. Og tey søgdu við Móses: ?Tosa tú við okkum, so skulu vit lurta eftir; men lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!? Men Móses segði við fólkið: ?Óttist ikki! Gud er komin at royna tykkum, og fyri at ótti fyri Honum skal vera á tykkum, so tit synda ikki.? So stóð fólkið langt burtur; men Móses fór nær at myrkrinum, sum Gud var í. HARRIN segði nú við Móses: ?Hetta skalt tú siga við Ísraelsmenn: ?Tit hava sjálv sæð, at Eg havi talað við tykkum av Himli. Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum! Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg. Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann. Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.?? KAPITUL Lógir um trælir, Um skaða á lív og limir, Bót fyri skaða á ogn annars mans, ?Hetta eru lógirnar, ið tú skalt leggja fyri tey: ?Táið tú keypir hebraiskan træl, skal hann træla í seks ár, men hitt sjeynda skal hann verða frígivin uttan viðurlag. Er hann ógiftur, táið hann kemur til tín, skal hann verða frígivin einsamallur; er hann giftur, skal kona hansara verða frígivin saman við honum. Letur harri hansara hann fáa konu, og hon eigur honum synir ella døtur, so skulu konan og børn hennara hoyra harra sínum til, og hann skal verða frígivin einsamallur. Men sigur nú trælurin: ?Eg eri góður við harra Mín, við konu Mína og børn míni eg vil ikki verða frígivin!? so skal harri hansara leiða hann fram fyri Gud og lata hann standa upp móti hurðini ella durastavinum; so skal harri hansara stinga hann gjøgnum oyrað við sýli, og hann skal vera trælur hansara alla tíð sína. Selur maður dóttur sína til trælkvinnu, so skal hon ikki verða frígivin sum trælirnir. Líkar hon ikki harra sínum longur, eftir at hann hevur verið henni nær, so skal hann geva loyvi til, at hon verður fríkeypt; hann hevur ikki loyvi at selja hana til fremmant fólk, táið hann soleiðis hevur gjørt henni órætt. Men ger hann av, at sonur hansara skal hava hana, so skal hann lata hana fáa tann rætt, ið døtur eiga. Tekur hann honum aðra umframt hana, so má hann ikki minka nakað um kost, klæði ella hjúnabandsrætt hjá hini fyrru. Letur hann hana ikki fáa rætt hennara í hesum trimum, skal hon verða frígivin fyri einki, uttan viðurlag. Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív. Ger hann tað kortini ikki við vilja, men hond hansara verður stýrd av Gudi, so skal hann kunna flýggja til stað, ið Eg skal vísa tær. Men ger onkur hasa gerð av fríum vilja, at hann við svikum drepur næsta sín, so skalt tú taka hann, um tað so er frá altari Mínum; hann skal doyggja. Tann, ið slær faðir sín ella móður sína, skal lata lív. Tann, ið stjelur menniskja, skal lata lív, um hann nú hevur selt tað, ella tað enn finst hjá honum. Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni, skal lata lív. Táið menn deilast, og annar slær annan við steini ella við nevanum, so hann víst ikki doyr av tí, men verður seingjarliggjandi, so skal hann, ið sló, vera sakleysur, um hin kemur aftur á føtur og kann ganga úti við stavi; hann skal bert lata hann fáa viðurlag fyri tíðina, ið hann hevur list, og síggja til at fáa hann grøddan. Táið onkur slær træl sín ella trælkvinnu sína við stavi, so tey doyggja undir hondum hansara, so skal hann verða straffaður fyri tað; tó liva tey ein dag ella báðar tveir, so skal hann ikki verða straffaður; tey eru jú ogn hansara. Táið menn fara saman at berjast og fíra undir konu, ið er við barn, so at hon hittir reis, men eingin onnur vanlukka stendst av, so skal hann, ið gjørdi tað, lata í bót tað, ið maður konuna leggur á; hann skal lata tað, ið dómarar áleggja. Men stendst vanlukka av, so skal lív latast fyri lív! Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót, brent fyri brent, sár fyri sár, kúlu fyri kúlu! Táið onkur slær træl sín ella trælkvinnu sína í eygað og forkemur tí, skal hann frígeva tey til viðurlag fyri eygað. Slær hann tonn úr træli sínum ella trælkvinnu síni, skal hann frígeva tey til viðurlag fyri tonnina. Táið neyt stangar onkun til deyða, mann ella kvinnu, so skal kríatúrið verða steinað, og kjøtið má ikki verða etið; men ánarin er sakleysur. Men er tað kríatúr, ið hevur verið vant at stanga, og ánarin er ávaraður og hevur tó ikki ansað eftir tí, og tað so drepur onkun, mann ella kvinnu, so skal kríatúrið verða steinað, og eisini ánarin skal lata lív. Men verða bøtur honum álagdar, so skal hann lata í loysigjald fyri lív sítt, so mikið, sum á hann verður lagt. Og er tað drong ella gentu, ið neytið stangar, so skal verða gjørt við hann eftir hesi lóg. Men stangar neytið træl ella trælkvinnu, so skal hann lata harra teirra fáa seklar í silvuri, og kríatúrið skal verða steinað. Táið onkur letur brunn standa opnan ella grevur brunn og leggur ikki aftur yvir hann, og neyt ella esil dettur í hann, skal hann, ið brunnin eigur, lata pening í viðurlag til hansara, ið kríatúrið átti; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga. Táið neyt hjá onkrum stangar neyt hjá einum øðrum, so tað doyr, skulu teir selja hitt livandi kríatúrið og býta peningin, og hitt deyða kríatúrið skulu teir eisini býta. Men var tað kunnigt, at neytið hevði verið vant at stanga, og ánarin hevur ikki ansað eftir tí, so skal hann lata neyt fyri neyt; men hitt deyða kríatúrið skal hann eiga.? KAPITUL Framhald, Ymiskar lógir, Lógir um offur og um kjøt av sundurskræddum dýrum, ?Táið onkur stjelur neyt ella seyð og drepur ella selur kríatúrið, skal hann lata fimm neyt aftur fyri neytið og fýra seyðir aftur fyri seyðin. Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp. Men er sólin undankomin, so verður tað roknað fyri manndráp. Tjóvurin skal lata fulla bót. Eigur hann ikki so mikið, skal hann verða seldur til bót fyri tað, ið hann hevur stolið. Finst hitt stolna livandi hjá honum tað veri nú neyt, esil ella seyður so skal hann lata tvífalt aftur. Táið onkur setur fæ sítt á beiti á bøi sínum ella í víngarði sínum, og hann sleppir tí leysum, so tað ger skaða á mark annars mans, skal hann í bót lata tað besta, ið veksur á bøi hansara ella í víngarði hansara. Kemur eldur í og fatar í tornastik, og bundi ella óskorið korn ella allur akurin brennist upp, so skal hann, ið setti eld á, lata fult viðurlag. Táið onkur gevur einum øðrum pening ella okkurt annað at goyma, og tað verður stolið úr húsi hansara, so skal tjóvurin, um hann verður funnin, lata tvífalt aftur. Men verður tjóvurin ikki funnin, so skal húsánarin verða leiddur fram fyri Gud og gera eið uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti. Altíð táið tað er søk um óærligan atburð við góðsi tað veri nú neyt, esil, seyður, klæði ella okkurt annað, ið mist er og ein so sigur: ?Hetta er tað!? so skulu báðir partar koma fram fyri Gud, og tann, ið Gud dømir sekan, hann skal lata hin fáa tvífalt aftur. Táið onkur hevur latið ein annan fáa esil, neyt, seyð ella okkurt annað kríatúr at ansa eftir, og tað doyr, kemur til skaða ella verður rænt, so eingin sær, so skal eiður skilja teirra millum; hann skal kalla HARRAN til vitni uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti; ánarin skal taka eiðin fyri góðan, og hin skal einki viðurlag lata. Men verður tað stolið frá honum, so skal hann lata ánaran fáa líka fyri tað. Verður tað sundurskrætt,* so skal hann vísa tað fram sum prógv; tað, ið sundurskrætt er, skal hann ikki lata viðurlag fyri. Táið onkur lænir kríatúr frá einum øðrum, og tað fær mein ella doyr, meðan ánarin ikki er hjástaddur, skal hann lata fult viðurlag. Men er ánarin hjástaddur, skal hann einki viðurlag lata; var tað leigað, so er leigan viðurlag. Táið ein maður forførir gentu, ið ikki er trúlovað, og liggur hjá henni, skal hann lata brúðarkeyp fyri hana og taka hana til konu. Vil faðir hennara ikki lata hann fáa hana, so skal hann bøta so mikið í peningi, sum vanligt er at lata í festargávu fyri gentu. Gandakelling skalt tú ikki lata liva. Ein og hvør, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív. Tann, ið ofrar til avgudarnar og ikki bert til HARRAN, skal verða bannlýstur. Fremmandum mást tú ikki gera órætt ella vera harður við hann; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi. Einkjum og faðirleysum mugu tit ikki fara illa við. Fert tú illa við teimum, so skal Eg sanniliga hoyra róp teirra, táið tey rópa til Mín! Og vreiði Mín skal tendrast, og Eg skal sláa tykkum við svørði, so konur tykkara verða einkjur, og børn tykkara faðirleys. Táið tú lænir einum av fólki Mínum pening, fátæka næsta tínum, so skalt tú ikki bera teg at við hann sum okrari; tú mást ikki taka rentu frá honum. Tekur tú kappa næsta tíns í pant, skalt tú lata hann fáa hann aftur, áðrenn sólin gongur undir; tí hann er tað einasta, ið hann hevur at sveipa um seg; við honum er tað, hann klæðir likam sítt; hvørjum øðrum skal hann liggja í! Og táið hann rópar til Mín, skal Eg hoyra, tí Eg eri miskunnsamur! Gud mást tú ikki spotta, og høvdinga av fólki tínum mást tú ikki banna. Tú mást ikki drála at geva Mær av tí, ið fyllir løðu tína, og sum flýtur úr vínpersu tíni. Hin frumborna son tín skalt tú geva Mær. Á sama hátt skalt tú geva neyt tíni og smáfæ títt; sjey dagar skal tað verða hjá mammuni, men áttanda dagin skalt tú geva Mær tað. Tit skulu vera Mær heiløg menniskju. Kjøt av dýrum, ið eru sundurskrædd á markini, mugu tit ikki eta; tað skulu tit blaka fyri hundarnar.? KAPITUL Lógir um rættargang, Um sabbatar og hinar stóru høgtíðir, Áminning um at halda boð Harrans. Lyfti um sigur á Kána'anitum, ?Tú mást ikki bera út lygitíðindi. Tann, ið órætt hevur, skalt tú ikki styðja við at stíga fram sum lygivitni. Tú mást ikki fylgja fjøldini í tí, sum ónt er, og ikki í nakrari søk vitna so, at tú gevur eftir fyri fjøldini og vendir rættinum við; um tað so er ein fátækur maður, skalt tú ikki pynta um søk hansara! Finnur tú burturvilst neyt ella esil, sum fíggindi tín eigur, skalt tú fáa honum kríatúrið heimaftur. Sært tú esil fígginda tíns liggja undir byrðini, mást tú ikki bjóða til at lata mannin óhjálpnan; nei, tú skalt hjálpa honum at loysa byrðina av. Tú mást í ongari søk venda rættinum við hjá hinum fátæka, ið hjá tær býr. Tú skalt halda teg langt burtur frá órættvísari søk og ikki veita hjálp til at fáa lívið av hinum sakleysa og rættvísa; tí tann, ið sekur er, hann dømi Eg ikki sakleysan! Tak ikki við mutri! Tí mutur ger hin síggjandi blindan og vendir við søk teirra, ið rætt hava. Kúga ikki hin fremmanda! Tit vita, hvussu tað er at kenna seg fremmandan; tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi! Seks ár skalt tú sáa jørð tína og heysta grøði hennara; men sjeynda árið skalt tú lata hana hvíla og liggja órørda, so hini fátæku av fólki tínum kunnu finna okkurt at liva av; og tað, ið tey lata verða eftir, kunnu hini villu dýrini á markini eta. Á sama hátt skalt tú gera við víngarð tín og oljutrø tíni. Seks dagar skalt tú gera arbeiði títt; men sjeynda dagin skalt tú hvíla, so oksi tín og esil títt kunnu hava frið, og sonur trælkvinnu tína og hin fremmandi fáa hvíld. Aktið eftir øllum, ið Eg havi sagt við tykkum! Tú mást ikki taka aðrar gudar uppá tunguna; slíkt má ikki hoyrast av munni tínum! Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda Mær høgtíð. Tú skalt halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tá skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð, so sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíðina í abib mánaði; tí í tí mánaðinum fórt tú út av Egyptalandi. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan. Síðani skalt tú halda akurskurðarhøgtíðina, táið tú skert frumgróðurin av tí, ið tú sáaði í akurin, og heysthøgtíðina, táið árið er úti, táið tú savnar í hús ávøkstin av arbeiði tínum á markini. Tríggjar ferðir um árið skulu allir menn tínir stíga fram fyri ásjón HARRANS HARRANS. Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofri Mínum saman við nøkrum, ið súrgað er. Feittið av hátíðarofri Mínum má ikki verða goymt til morgunin eftir. Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera í hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess. Eg sendi eingil undan tær; hann skal varða teg á ferðini og fylgja tær til staðið, ið Eg havi ætlað tær. Ansa tær væl fyri honum og akta hann, set teg ikki upp ímóti honum! Tí hann skal ikki fyrigeva lógbrot tykkara, við tað at navn Mítt er í honum. Aktar tú hann og gert alt tað, ið Eg sigi, so skal Eg hata tey, ið hata teg, og vera ímóti teimum, ið eru ímóti tær. Ja, eingil Mín skal ganga undan tær og fylgja tær til Amoritar, Hetitar, Perizitar, Kána'anitar, Hevitar og Jebusitar, og Eg skal oyða teir. Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra ella fylgja siðum teirra; nei, tú skalt ríva niður avgudamyndir teirra og bróta sundur minnissteinar teirra. Tit skulu dýrka HARRAN Gud tykkara, og Hann skal signa breyð títt og vatn títt. Og Eg skal halda sjúku burtur frá tær. Eingin kvinna skal vera í landi tínum, sum hittir reis ella er ófruktbør. Tú skalt náa fullan aldur. Eg skal senda ræðslu fyri Mær undan tær og lata øll fólkini, ið tú kemur til, ganga til grundar; og Eg skal lata allar fíggindar tínar flýggja fyri tær. Eg skal senda hvepsar undan tær, og teir skulu reka burt fyri tær Hevitar, Kána'anitar og Hetitar. Tó skal Eg ikki reka teir burt fyri tær eftir einum ári, fyri at landið ikki skal verða oyðið, og fyri at hini villu dýrini skulu ikki verða tær ov mong; so við og við skal Eg reka teir burt fyri tær, inntil tú ert vorðin eitt so stórt fólk, at tú fært tikið landið í ogn. Eg skal lata landamark tíni ganga frá Reyðahavi til Filistarahav* og frá oyðimørkini til Ánna.** So gevi Eg nú tey, sum í landinum búgva, í hond tykkara, og tú skalt reka tey burt fyri tær. Tú mást ikki gera sáttmála við tey ella gudar teirra. Tey mugu ikki verða búgvandi í landi tínum; tí tá kundu tey lokkað teg at synda móti Mær, at dýrka gudar sínar, so tað verður tær snerra.?? KAPITUL Sáttmálin við Sinai. Lógtalvurnar. Við Móses segði Hann: ?Komið niðan til HARRAN, tú og Áron, Nadab og Abihu og av hinum elstu í Ísrael, og tilbiðið uttan at koma nær! Bert Móses skal koma HARRANUM nær, ikki hinir; og ei heldur má fólkið koma niðan hagar við honum.? Móses kom nú og kunngjørdi fólkinum øll orð HARRANS og øll lógboðini; og fólkið svaraði, øll sum eitt: ?Øll boðini, ið HARRIN hevur givið, skulu vit halda!? So skrivaði Móses upp øll orð HARRANS. Og morgunin eftir fór hann tíðliga upp og reisti altar undir fjallinum og reisti tólv minnissteinar fyri tær tólv ættir Ísraels. Síðani sendi hann nakrar ungar menn av Ísraelsmonnum hagar at ofra brennioffur og sláturoffur, og teir drópu tarvar og ofraðu HARRANUM takkoffur. Móses tók helvtina av blóðinum og stoytti tað í offurskálirnar; hina helvtina av blóðinum sletti hann á altarið. So tók hann sáttmálabókina og las hana upp fyri fólkinum. Og tey søgdu: ?Vit skulu gera alt tað, ið HARRIN hevur sagt, og akta Hann!? Nú tók Móses blóðið og sletti tað á fólkið; og hann segði: ?Hetta blóð skal bera vitni um sáttmálan, ið HARRIN hevur gjørt við tykkum, og sum er grundaður á øll hesi orð.? Síðani fóru teir niðan hagar, Móses, Áron, Nadab, Abihu og av hinum elstu í Ísrael. Og teir sóu Gud Ísraels; undir fótum Hansara var sum gólv av safirsteini, so klárt sum himmalin sjálvur. Men Hann lyfti ikki hondina móti høvdingum Ísraelsmanna; teir skoðaðu Gud, og teir ótu og drukku. HARRIN segði nú við Móses: ?Kom niðan á fjallið til Mín og verð verandi har, so skal Eg lata teg fáa steintalvurnar og lógirnar og boðið, sum Eg havi skrivað upp fyri at vegleiða tey!? Tá fór Móses avstað við tænara sínum Josva; og Móses fór niðan á gudsfjallið. Men við hinar elstu segði hann: ?Bíðið eftir okkum her, inntil vit koma aftur til tykkara! Áron og Hur eru jú hjá tykkum; tann, ið hevur søk, kann fara til teirra!? So fór Móses niðan á fjallið, og skýggið legðist tjúkt yvir fjallið. Dýrd HARRANS hvíldi á Sinaifjalli, og tað var fjalt í skýnum seks dagar; men sjeynda dagin rópti Hann á Móses út úr skýnum; og fyri eygum Ísraelsmanna var dýrd HARRANS at síggja sum oyðandi eldur á fjalstindinum. Tá fór Móses inn í skýggið og fór niðan á fjallið. Og Móses var á fjallinum dagar og nætur. KAPITUL Fyriskipanir um gávur til halgidómin, Um sáttmálaørkina, Um sýnisbreyðaborðið, Um ljósastakan, HARRIN talaði við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! Hvør skal lata, sum hann hevur hjartalag til, og tí, ið teir geva Mær, skulu tit taka við. Gávan, ið tit skulu taka við frá teimum, er hetta: Gull, silvur, kopar, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum, reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið, olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsi, sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin. Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra. Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær. Teir skulu gera ørk av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga. Hana skalt tú klæða við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú klæða hana við gulli, og gullrond skalt tú gera á hana rundanum. Tú skalt stoypa fýra gullringar og seta teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin. So skalt tú gera stengur av akasiuviði og klæða tær við gulli og stinga tær gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skulu vera at bera ørkina við. Stengurnar skulu verða sitandi í ringum arkarinnar; tær mugu aldri verða tiknar úr teimum. Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin,* sum Eg skal geva tær. So skalt tú gera náðistól* av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan. Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins. Tú skalt seta annan kerúbin við annan endan og hin kerúbin við hin endan; áfastar við náðistólin skalt tú gera kerúbarnar, hvønn á sín endan. Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda. So skalt tú leggja náðistólin út yvir ørkina, og í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær. Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn. Framvegis skalt tú gera borð av akasiuviði, tvær alin langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt. Tað skalt tú klæða við reinum gulli og gera gullrond á tað rundanum. Og tú skalt gera lista runt um tað, eina hond breiðan, og rundanum á listan skalt tú gera rond av gulli. So skalt tú gera fýra gullringar, og teir skalt tú seta í tey hornini við tey bein borðsins. Tætt við listan skulu ringarnir sita; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so borðið kann berast. Stengurnar skalt tú gera av akasiuviði og klæða tær við gulli; við teimum skal borðið berast. So skalt tú gera føtini og skálirnar, ið til borðið hoyra, og kannurnar og bikarini, sum drykkjuofrini skulu verða skonkt úr; alt hetta skalt tú gera úr reinum gulli. Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi fyri ásjón Míni. Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum skulu vera blómur, knappar og útsprungin bløð, sum eru í einum við hann. Seks armar skulu ganga út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari. Á fyrsta armi skulu vera trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis skal vera á øllum seks ørmunum, ið ganga út úr ljósastakanum. Men á ljósastakanum sjálvum skulu vera fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum. Ein blómuknappur skal setast undir fyrsta armaparið, ið gongur út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið ganga út úr ljósastakanum. Bæði blómuknapparnir og armarnir skulu vera í einum við hann; alt samalt skal vera í einum, úr slignum, reinum gulli. Síðani skalt tú gera sjey lampur til ljósastakan, og tær skulu setast so upp, at tær kasta ljósið yvir rúmið har frammanfyri. Ljósasaksarnir og skarpannurnar, ið til hoyra, skulu vera av reinum gulli. Eina talent* av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir. Síggj nú til, at tú gert alt eftir myndini, ið víst tær varð á fjallinum!? KAPITUL Fyriskipanir um halgidómin. Tabernaklið skalt tú gera av teppum av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tú skalt gera tey við kerúbum á, í listvevnaði. Hvørt teppi skal vera alin langt og alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál. av teppunum skulu skoytast saman til eitt, og á sama hátt hini teppini. Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt skalt tú seta lykkjur á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum. Tú skalt seta lykkjur á annað teppið, og lykkjur skalt tú seta á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar skulu sita hvør áraka aðra. So skalt tú gera krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið verður eitt samanhangandi tjald. Framvegis skalt tú gera teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; slík teppi skalt tú gera. Hvørt teppi skal vera alin langt og alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál. av teppunum skalt tú skoyta saman fyri seg og hini fyri seg; tað sætta teppið skalt tú leggja dupult á teirri síðu tekjunnar, ið fram vendir. Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta lykkjur, og á sama hátt skalt tú seta lykkjur í jaðaran á tí tilsvarandi teppinum; hinum samanskoytta stykkinum. So skalt tú gera krókar av kopari og krøkja teir í lykkjurnar og soleiðis halda tekjuni saman, so hon verður ein heild. Men viðvíkjandi tí, ið av loypur av tekjuteppunum tí hálva teppinum, ið ov nógv er so skal tað hanga niður av tabernaklinum fyri aftan. Og hin eina alinin, ið tekjuteppini eru ov long báðumegin, skal hanga niður á báðar síður tabernakulsins at líva tí. Uttan á tekjuna skalt tú uppaftur gera tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni. Plankarnar til tabernaklið skalt tú gera av akasiuviði; teir skulu standa upp og niður. Hvør planki skal vera alin høgur og hálvaaðru alin breiður. Á hvørjum planka skulu vera tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis skalt tú gera við allar plankar tabernakulsins. Av plonkunum, ið tú gert til tabernaklið, skalt tú reisa á tí síðuni, sum vendir móti suðri; og silvurstabbar skalt tú gera at seta undir teir plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka at seta tapparnar í. Aðrar plankar skalt tú gera til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendir móti norðri, og til teirra silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka. Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, skalt tú gera plankar, og til hornini á hesi somu síðuni tveir plankar. Teir skulu vera dupultir í neðra, og líkaleiðis báðir dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis skulu teir báðir vera. Teir skulu standa hvør á sínum horninum. Til baksíðuna verða soleiðis plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyra, støbbum, tveimum undir hvørjum planka. So skalt tú gera tvørstengur av akasiuviði, til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins, til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri. Mittasta tvørstongin, hon, ið er mitt á plonkunum, skal ganga heilt tvørturum, úr enda í enda á bróstinum. Plankarnar skalt tú klæða við gulli; og ringarnar á teimum, sum tvørstengurnar skulu stingast í, skalt tú gera av gulli; eisini tvørstengurnar skalt tú klæða við gulli. Tú skalt reisa tabernaklið á rættan hátt, soleiðis sum tær varð víst á fjallinum. Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á. Tað skalt tú heingja á gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á silvurstøbbum. So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar.* Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta. Náðistólin skalt tú leggja á vitnisburðarørkina inni í hinum alraheilagasta. Men borðið skalt tú seta uttan fyri forhangið og ljósastakan beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins; borðið skalt tú seta við norðaru síðu. Til dyr tjaldsins skalt tú gera teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal vera vovið í ymiskum litum. Tú skalt gera fimm akasiustólpar til tað og klæða teir við gulli; krókarnir á teimum skulu vera av gulli, og tú skalt stoypa koparstabbar til teirra.? KAPITUL Fyriskipanir um brennioffuraltarið, Um forgarðin, Um oljuna til lampur ljósastakans, ?Altarið skalt tú gera av akasiuviði, alin langt og alin breitt fýrhyrnt skal altarið vera og alin høgt. Á hvørt av teimum hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, og hesi horn skulu vera áføst við altarið. Og tú skalt klæða tað við kopari. Íløt at bera øskuna burtur í skalt tú gera, somuleiðis eldspakarnar, offurskálirnar, gaflarnar og eldpannurnar. Alt tað ið til altarið hoyrir, skalt tú gera úr kopari. So skalt tú gera kopargrind til altarið, eins og rutt net, og á netið skalt tú seta koparringar, ein á hvørt hornið. Og tú skalt seta hana undir listan á altarinum, í neðra, so netið røkkur hálvan vegin upp á altarið. Stengur skalt tú gera til altarið, stengur av akasiuviði, og klæða tær við kopari. Stengurnar skulu stingast í ringarnar, so tær eru fram við báðum síðum altarsins, táið tað verður borið. Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; sum tær er víst á fjallinum, so skal tað gerast. Síðani skalt tú gera forgarð til tabernaklið. Við ta síðuna, ið vendir móti suðri, skal vera umhang um forgarðin av fínum, tvinnaðum líni, alin langt hetta við aðra síðuna. Stólparnir til tað skulu vera og stabbarnir, ið teir standa á, av kopari; men krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra skulu vera av silvuri. Á sama hátt skal við norðaru síðu vera umhang, alin langt, stólpar til tað og til stólparnar stabbar av kopari; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra skulu vera av silvuri. Við annan enda forgarðsins, móti vestri, skal umhang vera, alin langt, stólpar til tað og til stólparnar stabbar. Við hin endan, hann, ið vendir móti eystri, skal forgarðurin eisini vera alin breiður. alin av umhangi skulu vera øðrumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra; og á sama hátt hinumegin alin av umhangi við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra. Portur forgarðsins skal hava forhang, alin langt, av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum tvinnaðum líni og vovið í ymiskum litum; stólparnir, ið tað skal verða fest til, og stabbarnir, ið teir standa á, skulu vera í tali. Allir stólparnir rundan um forgarðin skulu vera samanbundnir við silvurstongum; krókarnir á stólpunum skulu vera av silvuri, og stabbarnir undir teimum av kopari. Umhang forgarðsins skal vera alin við hvørja síðuna, alin við hvønn endan og alin høgt; tað skal vera av fínum, tvinnaðum líni, og stabbarnir til tað skulu vera av kopari. Øll amboð, ið nýtt verða til arbeiðið í tabernaklinum, og allir hælirnir, bæði til tað og forgarðin, skulu vera av kopari. Framvegis skalt tú áleggja Ísraelsmonnum at lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so lampurnar altíð kunnu verða settar upp. Í samkomutjaldinum, uttan fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara halda lampurnar í standi, so tær kunnu brenna fyri ásjón HARRANS frá kvøldi til morguns. Hetta skal vera fastur siður hjá Ísraelsmonnum, mann eftir mann, í allar ævir.? KAPITUL Fyriskipanir um prestabúnan. ?So skalt tú lata bróður tín, Áron, og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar. Og tú skalt gera bróður tínum, Áron, heiløg klæði til heiður og prýði. Tú skalt tala við allar menn, ið hava gott skil á listarverki, teir, ið Eg havi fylt við vísdómsanda, og teir skulu gera Áron klæðini, sum hann skal vera í, so hann kann verða halgaður at tæna Mær sum prestur. Klæðini, ið teir skulu gera, eru hesi: Bringudúk, lívkyrtil, kápu, marglittan undirkyrtil, húgvu og belti; heiløg klæði skulu teir gera Áron, bróður tínum, og sonum hansara, so teir kunnu vera prestar fyri Mær. Til hetta skulu teir nýta gull, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv og fínt lín. Lívkyrtilin skulu teir gera av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni, í listvevnaði. Hann skal hava tvey akslastykki, ið eru fest at honum, hvørt á sínum endanum; tey skulu vera at festa hann saman við. Beltið, ið á honum skal sita og halda honum saman, skal vera áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni. So skalt tú taka tveir sjóamsteinar, og inn í teir skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels, seks av nøvnunum á annan steinin og hini seks nøvnini á hin steinin eftir aldrinum. Á sama hátt sum teir skera út í stein, og sum innsigli verða útskorin, skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels inn í hesar báðar steinar, og so skalt tú fella teir inn í samanflættað gull. Og steinarnar skalt tú báðar seta á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skulu gera, at synir Ísraels verða minstir; táið Áron stendur fyri ásjón HARRANS, skal hann bera nøvn teirra á báðum økslunum og soleiðis gera, at teir verða minstir. So skalt tú flætta saman gull; og tvær ketur av reinum gulli skalt tú gera, tær skulu verða snaraðar, sum teir leggja snøri, og hesar snaraðu ketur skalt tú festa til hitt samanflættaða gullið. Síðani skalt tú gera dómsbringudúk; í listvevnaði skal hann vera, á sama hátt sum lívkyrtilin; av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni skalt tú gera hann. Hann skal vera fýrhyrntur og lagdur dupultur, eina sponn langur og eina sponn breiður. Við dýrum steinum skalt tú seta hann, allan sum hann er, við fýra røðum av steinum, karneol, topas og smaragd í fyrsta raði, rubin, safir og kalsedon í øðrum, hýasint, agat og ametyst í triðja, krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir skulu sita í samanflættaðum gulli. Steinarnir skulu vera í tali, eftir nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin skal navnið á einum av hinum ættunum vera skorið inn sum í innsigli. Til bringudúkin skalt tú eisini gera ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri. Eisini skalt tú gera tveir gullringar til bringudúkin, og teir skalt tú seta hvønn á sítt horn bringudúksins. Tær báðar snaraðu gullketurnar skalt tú festa í báðar ringarnar á hornum bringudúksins. Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum skalt tú festa í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil skalt tú festa tær. Síðani skalt tú gera tveir aðrar gullringar og seta teir á hini bæði horn bringudúksins, á kvarðan, ið inn eftir vendir, inn móti lívkyrtlinum. Tveir gullringar enn skalt tú gera og seta teir á bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann verður samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins. So skulu ringar bringudúksins við bandi av bláum tógvi verða bundnir til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kemur at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kann skiljast frá lívkyrtlinum. Áron skal soleiðis bera nøvnini á sonum Ísraels í dómsbringudúkinum á hjarta sínum, táið hann fer inn í halgidómin, so HARRIN altíð skal minnast tey. Í dómsbringudúkin skalt tú leggja urim og tummim, so Áron ber tey á hjartanum, táið hann fer inn fyri ásjón HARRANS; soleiðis skal Áron altíð bera dómin yvir Ísraelsmenn á hjartanum fyri ásjón HARRANS. Kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, skalt tú gera úr bláum tógvi, alla sum hon er. Mitt á henni skal vera opilsi til høvdið, og rundan um opilsið vovin bordi sum opilsið á brynju fyri at hon skal ikki skrædna. Runt um fald hennara í neðra skalt tú seta granatepli av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og millum teirra gullbjøllur, allan vegin runt, eina gullbjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina gullbjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra. Hesi kápu skal Áron vera í, altíð táið hann ger tænastu, so hoyrast kann, táið hann fer inn í halgidómin fyri ásjón HARRANS, og táið hann kemur út aftur; so skal hann ikki doyggja. Síðani skalt tú gera plátu av reinum gulli og skera inn í hana, sum innsigli verður skorið: ?Halgaður HARRANUM.? Hana skalt tú við bandi av bláum tógvi festa á húgvuna; frammantil á húgvuni skal hon sita. Áron skal bera hana á pannuni, fyri at hann kann taka á seg syndirnar, ið sita á hinum heiløgu gávum, ið Ísraelsmenn bera fram, á øllum hinum heiløgu gávum, ið tey koma við; Áron skal altíð hava hana á pannuni fyri at vinna teimum tokka HARRANS. So skalt tú gera marglittan undirkyrtil av fínum líni. Og tú skalt gera húgvu av fínum líni, og belti, vovið í ymiskum litum. Eisini sonum Áron skalt tú gera undirkyrtlar, og belti skalt tú gera teimum. Og tú skalt gera teimum húgvur til heiður og prýði. Í hetta skalt tú lata bróður tín, Áron, somuleiðis synir hansara, og tú skalt salva teir, innseta teir og halga teir at vera prestar fyri Mær. So skalt tú gera teimum buksur av lørifti, sum fjala blygd teirra; tær skulu røkka frá lendunum niður á lørini. Áron og synir hansara skulu vera í teimum, táið teir fara inn í samkomutjaldið ella stíga fram at altarinum at gera tænastu í halgidóminum, fyri at teir skulu ikki koma at bera skyld á sær og doyggja. Ein lóg skal hetta í allar ævir vera honum og avkomi hansara eftir hann.? KAPITUL Fyriskipanir um prestavígsluna, Um hitt dagliga brenniofrið, ?Hetta er tað, ið tú skalt gera við teir, táið tú halgar teir at tæna Mær sum prestar: Tak ungan tarv, tveir veðrar, ið ikki hava lýti, ósúrgað breyð, ósúrgaðar køkur við olju í, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju; av fínum hveitimjøli skalt tú baka tað! Legg tað so í kurv og ber tað fram í kurvini, táið tú leiðir fram tarvin og veðrarnar báðar! Lat so Áron og synir hansara stíga fram at durum samkomutjaldsins, og vaska teimum í vatni! Tak síðani klæðini, og lat Áron í undirkyrtilin, kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, lívkyrtilin sjálvan og bringudúkin, og bind lívkyrtilsbeltið um hann, set húgvuna á høvd hansara, og fest hitt heilaga pannuprýðið* á húgvuna! Tak so salvuoljuna og hell hana út yvir høvd hansara og salva hann! Lat harnæst synir hansara stíga fram, og lat teir í undirkyrtlar, og bind belti um teir bæði Áron og synir hansara og bind hinar høgu húgvurnar á teir! Síðani skulu teir hava prestadømið sum ævigan rætt. So skalt tú innseta Áron og synir hansara. Tarvin skalt tú leiða fram at samkomutjaldinum, og Áron og synir hansara skulu leggja hendur sínar á høvd tarvsins. Drep so tarvin fyri ásjón HARRANS fyri durum samkomutjaldsins, og tak av blóði tarvsins og smyr við fingrinum á altarhornini! Avlopið av blóðinum skalt tú stoyta niður við altarið. Alla netjuna, tað størra livrarblaðið og bæði nýruni við nýrumørinum skalt tú taka og brenna á altarinum. Men kjøt tarvsins, húðina og gorið skalt tú brenna upp uttan fyri tilhaldið; tað er syndoffur. Tínæst skalt tú taka annan veðrin, og Áron og synir hansara skulu leggja hendurnar á høvd hansara. Drep síðani veðrin, tak blóð hansara og slett rundanum á altarið! Sker so veðrin sundur, vaska innvøl hansara og føturnar, legg tað oman á hini stykkini og høvdið, og brenn allan veðrin á altarinum! Tað er brennioffur til HARRAN. Góður angi, eldoffur til HARRAN er tað. Síðani skalt tú taka hin veðrin, og Áron og synir hansara skulu leggja hendurnar á høvd hansara. Drep nú veðrin, tak av blóði hansara og smyr á høgru oyralippu Árons og sona hansara og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti teirra! Avlopið av blóðinum skalt tú sletta rundanum á altarið. Tak so av blóðinum, ið á altarinum stendur, og av salvuoljuni, og slett á Áron og klæði hansara, somuleiðis á synir hansara og á klæði teirra so verður hann heilagur, hann sjálvur og klæði hansara, og somuleiðis synir hansara og klæði teirra! Síðani skalt tú taka tað feita av veðrinum, hárónna og netjuna, tað størra livrarblaðið, bæði nýruni við nýrumørinum og tað høgra tjógvið tí hetta er vígsluveðrurin; og úr kurvini við hinum ósúrgaðu breyðunum, sum stendur fyri ásjón HARRANS, skalt tú taka rundkøku, oljukøku og flatkøku. Alt hetta skalt tú leggja í hendur Árons og sona hansara og lata teir sveiggja tað fyri ásjón HARRANS. Tak tað so úr aftur hondum teirra og brenn tað á altarinum oman á brenniofrinum til góðan anga fyri ásjón HARRANS! Tað er eldoffur fyri HARRANUM. Tak síðani bringuna av vígsluveðri Árons og sveiggja hana fyri ásjón HARRANS hon skal vera tín partur! Soleiðis skalt tú halga sveiggibringuna og offurgávutjógvið tað, ið sveiggjað verður, og tað, ið givið verður, av vígsluveðri Árons og sona hansara. Og tað skulu Áron og synir hansara hava sum nakað, ið teir í allar ævir eiga hjá Ísraelsmonnum; tí tað er offurgáva, og sum offurgávu skulu Ísraelsmenn geva tað av takkofrum sínum, sum offurgávu sína til HARRAN. Hini heiløgu klæðini, ið Áron hevur, skulu synir hansara hava eftir hann; í teimum skulu teir vera, táið teir verða salvaðir og innsettir. Í sjey dagar skal tann av sonum hansara, sum prestur verður í hansara stað, vera í teimum hann, ið fara skal inn í samkomutjaldið at gera tænastu í halgidóminum. Síðani skalt tú taka vígsluveðrin og kóka kjøt hansara á heiløgum staði. Og kjøt veðrsins og breyðið, sum í kurvini er, skulu Áron og synir hansara eta fyri durum samkomutjaldsins. Teir skulu eta hesi stykkini, sum bót verður gjørd við, táið teir verða innsettir og halgaðir; men ein, ið ikki er vígdur, má ikki eta av tí, tí tað er heilagt. Og loypur nakað av vígsluoffurkjøtinum ella breyðinum av til morgunin eftir, so skalt tú brenna hetta, ið eftir er; etið má tað ikki verða, tí tað er heilagt. Soleiðis skalt tú gera við Áron og synir hansara, í einum og øllum sum Eg havi álagt tær. Í sjey dagar skal innseting teirra vara. Hvønn dag skalt tú ofra tarv sum syndoffur til at gera bót; tú skalt reinsa altarið frá synd við at gera bót fyri tað, og tú skalt salva tað og soleiðis halga tað. Í sjey dagar skalt tú gera bót fyri altarið og halga tað; soleiðis verður altarið háheilagt; hvør tann, ið nemur við altarið, verður heilagur.* Hetta er tað, ið tú skalt ofra á altarinum: Hvønn dag tveir veturgamlar seyðir altíð. Annan seyðin skalt tú ofra um morgunin, og annan um sólsetur. Saman við hinum fyrra seyðinum skalt tú ofra tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandað við fjórðingin av hin av olju av stoyttum oljuberum, og sum drykkjuoffur fjórðingin av hin av víni. Hin seyðin skalt tú ofra um sólsetur; saman við honum skalt tú ofra sama matoffur og drykkjuoffur sum um morgunin til góðan anga, eldoffur til HARRAN. Hetta skal vera dagliga brennioffur tykkara, mann eftir mann, sum skal verða borið fram fyri ásjón HARRANS fyri durum samkomutjaldsins, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær at tala við teg. Har er tað, Eg skal møta børnum Ísraels, og tað skal verða halgað av dýrd Míni. Bæði samkomutjaldið og altarið skal Eg halga, og Áron og synir hansara skal Eg halga at tæna Mær sum prestar. Eg skal búgva millum børn Ísraels og vera Gud teirra; og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra, sum leiddi tey út av Egyptalandi, fyri at Eg skuldi búgva millum teirra Eg, HARRIN Gud teirra.? KAPITUL Fyriskipanir um roykilsisaltarið, Um persónskattin, Um vatnílatið, Um salvuoljuna, Um roykilsið, ?Framvegis skalt tú gera altar at brenna roykilsi á; av akasiuviði skalt tú gera tað. Tað skal vera alin langt og alin breitt, fýrhyrnt, og tvær alin høgt; horn tess skulu vera áføst við tað. Tú skalt klæða tað við reinum gulli, bæði omaná og síðurnar, rundanum, og hornini; og tú skalt gera rond av gulli á tað, rundanum. So skalt tú gera tveir gullringar til tað og seta teir niðri undir rondini á báðar síðurnar; á síðustykkini bæði skalt tú seta teir; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so altarið kann verða borið á teimum. Stengurnar skalt tú gera av akasiuviði og klæða tær við gulli. Hetta altar skalt tú seta framman fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðarørkina, framman fyri náðistólin, ið er yvir vitnisburðinum, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær. Áron skal brenna angandi roykilsi á tí; hvønn morgun, táið hann ger lampurnar í stand, skal hann brenna tað. Sama skal hann gera, táið hann um sólsetur setur lampurnar upp; hetta skal vera hitt dagliga roykilsisofrið fyri ásjón HARRANS, mann eftir mann. Tit mugu einki fremmant roykilsi ofra á tí, ei heldur brennioffur ella matoffur, og tit mugu ikki hella drykkjuoffur á tað. Men eina ferð um árið skal Áron gera bót fyri horn tess; við blóðinum av bótsyndofrinum skulu hann og eftirmenn hansara eina ferð um árið gera bót fyri altarið, mann eftir mann. Tað er háheilagt fyri HARRANUM.? Uppaftur talaði HARRIN við Móses og segði: ?Táið tú tekur manntal av Ísraelsmonnum, skulu allir teir, ið koma í manntalið, geva HARRANUM loysigiald fyri lív sítt, táið teir verða taldir, so eingin vanlukka skal ráma teir, fyri tað at teir verða taldir. Ein og hvør, ið kemur í manntalið, skal lata hálvan sekul eftir halgidómsvektini gerur í seklinum; hesin hálvi sekul er offurgáva til HARRAN. Ein og hvør, ið kemur í manntalið frá tjúguáraaldri og uppeftir skal lata hesa gávu til HARRAN. Hin ríki má ikki geva meir, og hin fátæki ikki minni, enn hálvan sekul, táið tit lata offurgávu HARRANS sum loysigiald fyri lív tykkara. Og tú skalt taka við loysigjaldinum frá Ísraelsmonnum og nýta tað til tænastuna við samkomutjaldið; tað skal soleiðis vera til at minna um Ísraelsmenn fyri ásjón HARRANS til loysigiald fyri lív tykkara.? HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: ?Tú skalt gera ílat av kopari at vaska sær í, og fótur tess skal vera av kopari; tað skalt tú seta millum samkomutjaldið og altarið og hava vatn í tí. Áron og synir hansara skulu vaska sær um hendurnar og føturnar í tí. Táið teir fara inn í samkomutjaldið, skulu teir vaska sær í vatni, fyri at teir skulu ikki doyggja, og líkaleiðis táið teir stíga fram at altarinum at gera tænastu og brenna eldoffur fyri HARRANUM. Teir skulu vaska sær um hendurnar og føturnar, fyri at teir skulu ikki doyggja; hetta skal vera teimum ævig lóg, honum og avkomi hansara, mann eftir mann.? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tak tær kryddurtir, av tí besta, ið er: Av reinasta myrra seklar, av ektaðum kanelbarki hálvt so mikið, seklar, av kalmus av fínasta slagi seklar, av kassia seklar eftir halgidómsvektini, og eina hin av olju av oljuberum. Av hesum skalt tú gera heilaga salvuolju, kryddsalvu, slíka sum salvublandarar gera hana; heiløg salvuolja skal tað vera. Við henni skalt tú salva samkomutjaldið, vitnisburðarørkina, borðið við øllum tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið, brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á. Soleiðis skalt tú halga tey, so tey verða háheiløg; hvør tann, ið nemur við tey, verður heilagur.* Á sama hátt skalt tú salva Áron og synir hansara og halga teir at tæna Mær sum prestar. Men við Ísraelsmenn skalt tú siga so: ?Hetta skal vera heilaga salvuolja Mín hjá tykkum, mann eftir mann. Hon má ikki koma á likamið á nøkrum øðrum menniskja, og tit mugu onga aðra salvu gera, blandaða soleiðis sum hana; heiløg er hon, heiløg skal hon vera tykkum. Tann, ið ger slíka salvu, og tann, ið nýtir hana á ein, ið ikki er vígdur, hann skal verða týndur úr fólki sínum.?? HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: ?Tak tær roykilsisurtir, staktu, onyksskel og galban, hesi trý sløgini av kryddurtum, og hartil reint virak, líka nógv av hvørjum! Av hesum skalt tú gera kryddroykilsi, slíkt sum salvublandarar gera, saltað, reint, heilagt. Og nakað av tí skalt tú stoyta fínt og leggja framman fyri vitnisburðin í samkomutjaldinum, har sum Eg skal koma á fund við teg. Háheilagt skal tað vera tykkum. Einki annað roykilsi mugu tit gera, blandað soleiðis sum hetta; heilagt fyri HARRANUM skal tað vera tær. Tann, ið ger slíkt roykilsi at njóta angan frá tí hann skal verða týndur úr fólki sínum.? KAPITUL Bezalel og hjálparmenn hansara verða kallaðir, Sabbatsboðið, Harrin gevur Mósesi steintalvurnar, Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda, og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði, at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari, at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði. Til hjálparmann havi Eg givið honum Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans; og øllum teimum monnum, ið gott hegni hava til listarverk, havi Eg givið vísdóm í hjartað, so teir duga at gera alt tað, ið Eg havi álagt tær, samkomutjaldið, vitnisburðarørkina, náðistólin oman á henni og alt, ið hoyrir til tjaldið, borðið við tí, ið til hoyrir, ljósastakan av reinum gulli við øllum tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið, brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á, embætisklæðini og hini heiløgu klæði Árons prests, prestaklæði sona hansara, salvuoljuna og hitt angandi roykilsið til halgidómin; teir skulu í einum og øllum gera, sum Eg havi álagt tær.? HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: ?Tú skalt tala við Ísraelsmenn og siga: ?Gloymið nú ikki at halda sabbatar Mínar, tí sabbaturin er tekin millum Meg og tykkum, mann eftir mann fyri at tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, eri tann, sum halgar tykkum! Sabbatin skulu tit halda, hann skal vera tykkum heilagur; tann, ið vanhalgar hann, skal lata lív, ja, ein og hvør, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin; tað menniskja skal verða týnt úr fólki sínum! Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera háheilagur sabbatur, heiligdagur HARRANS; hvør tann, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin, skal lata lív! Ísraelsmenn skulu minnast sabbatin, so teir halda hann heilagan, mann eftir mann, í allar ævir; hann skal vera ævigt tekin millum Meg og Ísraelsmenn. Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal og jørð, men sjeynda dagin hvíldi Hann og helt Seg stillan.?? Táið Hann nú var liðugur at tala við Móses á Sinaifjalli, fekk Hann honum tær báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar, ið skrivað var á við fingri Guds. KAPITUL Gullkálvurin. Men táið fólkið sá, at tað varð so leingi, áðrenn Móses kom oman aftur av fjallinum, flokkaðust tey um Áron og søgdu við hann: ?Kom og ger okkum gud, ið ganga kann undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!? Tá segði Áron við tey: ?Takið gullringarnar, ið konur tykkara og synir og døtur tykkara hava í oyrunum, og fáið mær teir!? Alt fólkið tók tá gullringarnar úr oyrunum og kom við teimum til Áron. Og hann tók við gullinum, stoypti tað um og høgdi tað við meitli til kálv. Tá søgdu tey: ?Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!? Táið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: ?Í morgin verður høgtíð fyri HARRANUM!? Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp, ofraðu brennioffur og bóru fram takkoffur; síðani setti fólkið seg niður at eta og drekka og reistist so og fór at spæla. Tá segði HARRIN við Móses: ?Skunda tær og far oman! Fólk títt, ið tú leiddi út av Egyptalandi, hevur borið seg illa at; skjótt viku tey burtur av vegnum, ið Eg gav teimum boð um at ganga tey hava gjørt sær stoyptan kálv, og hann hava tey tilbiðið og ofrað til við hesum orðum: ?Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!?? Og HARRIN segði við Móses: ?Eg havi havt eyguni eftir hesum fólki, og Eg síggi, at tað er eitt harðvunnið fólk! Lat nú Meg ráða, so vreiði Mín kann tendrast ímóti teimum, og Eg geri enda á teimum! Eg skal tá gera teg til eitt stórt fólk!? Men Móses bønaði HARRAN Gud sín og segði: ?HARRI, hví skal vreiði Tín tendrast móti fólki Tínum, sum Tú leiddi út av Egyptalandi við veldigum mátti og sterkari hond? Hví skulu Egyptar fáa sagt: ?Við illum í huga leiddi Hann tey út til at drepa tey á fjøllunum og týna tey av jørðini!? Lat brennandi vreiði Tína halda uppat, og angra vanlukkuna, ið Tú ætlar at gera fólki Tínum! Minst Ábraham, Ísak og Ísrael, tænarar Tínar, sum Tú við eiði um Teg sjálvan hevur givið hetta lyfti: ?Eg skal gera avkom tykkara so nógv í tali sum stjørnurnar á himli, og Eg skal geva avkomi tykkara alt hetta land, ið Eg havi talað um; tey skulu eiga tað í allar ævir!?? Tá angraði HARRIN vaulukkuna, ið Hann hevði hótt við at gera fólki Sínum. Síðani fór Móses oman av fjallinum við báðum vitnisburðartalvunum í hondini. Skrivað var á báðar síður á talvunum; bæði á forsíðuna og baksíðuna var skrivað á tær. Talvurnar vóru verk Guds, og skriftin var skrift Guds, rist í talvurnar. Josva hoyrdi nú gangin av fólkinum og rópini; og hann segði við Móses: ?Herróp hoyrist í tilhaldinum!? Men hann svaraði: ?Hatta eru hvørki róp av monnum, ið vinna, ella av monnum, ið tapa tað er song, ið eg hoyri!? Táið so Móses nærkaðist tilhaldinum og sá kálvin og dansin, tendraðist vreiði hansara og hann blakaði talvurnar frá sær og breyt tær sundur har undir fjallinum. Síðani tók hann kálvin, ið tey høvdu gjørt, brendi hann, muldi hann í mjøl og stroyddi so mjølið í vatnið og gav Ísraelsmonnum tað at drekka. Móses segði nú við Áron: ?Hvat hevur hetta fólk gjørt tær, síðani tú hevur fingið tey at gera so stóra synd!? Áron svaraði: ?Verð ikki illur, harri! Tú veitst sjálvur, at fólkið liggur í tí illa! Nú søgdu tey við meg: ?Ger okkum gud, sum kann ganga undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!? Tá segði eg við tey: ?Tann, ið gongur við stási av gulli, skal taka tað av sær!? Tey lótu meg so fáa gullið, og eg koyrdi tað í eldin og soleiðis varð hesin kálvur til!? Móses sá nú, at fólkið kendi sær ikki afturhald, við tað at Áron hevði slept teimum leysum og hesum hildu fíggindar teirra frægd at. Hann fór tí og stóð við inngongd tilhaldsins og segði: ?Hvør tann, ið er í parti HARRANS, hann komi higar til Mín!? Tá savnaðust allir Levitar um hann. Og hann segði við teir: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: ?Bindið allir svørð við lið, og gangið so aftur og fram frá einum portrinum til annað í tilhaldinum og drepið bæði bróður, vin og frænda!?? Levitar gjørdu, sum Móses segði; og tann dagin fullu einir menn av fólkinum. Tá segði Móses: ?Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri HARRANUM, aftur fyri at eingin spardi son ella bróður tí skal signing koma yvir tykkum í dag!? Dagin eftir segði Móses við fólkið: ?Tit hava gjørt stóra synd! Men nú skal eg fara niðan til HARRAN; kanska eg kann gera bót fyri synd tykkara!? So fór Móses aftur til HARRAN og segði: ?Tíverri, hetta fólk hevur gjørt stóra synd, tey hava gjørt sær gud av gulli! Men hevði Tú nú viljað fyrigivið teimum syndina! Men vilt Tú ikki tað, so strika meg út úr bókini, ið Tú skrivar í!? HARRIN svaraði Mósesi: ?Tann, ið syndað hevur móti Mær, hann skal Eg strika út úr bók Míni! Men fær nú við fólkinum, hagar sum Eg havi sagt tær! Eingil Mín skal ganga undan tær. Men táið tími Mín kemur, skal Eg heimsøkja tey fyri synd teirra!? Soleiðis sló HARRIN fólkið, fyri tað at tey høvdu gjørt kálvin, ið Áron hevði gjørt. KAPITUL Boð um at fara avstað, Skýstólpin við samkomutjaldið, Harrin opinberar Seg fyri Mósesi, Síðani segði HARRIN við Móses: ?Far nú avstað hiðani við fólkinum, ið tú leiddi út av Egyptalandi, til landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: ?Avkomi tínum gevi Eg tað!? Eg sendi eingil undan tær, og hann skal reka teir út, Kána'anitar, Amoritar, Hetitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar. Far til landið, ið flýtur í mjólk og hunangi! Men sjálvur komi Eg ikki hagar við tær; tí tú ert harðvunnið fólk; kom Eg við, so kundi Eg gjørt enda á tær á vegnum!? Táið fólkið hoyrdi hesa hørðu talu, syrgdu tey, og eingin læt seg í stás sítt. Tí HARRIN segði við Móses: ?Sig við Ísraelsmenn: ?Tit eru harðvunnið fólk; kom Eg við tær, um tað so bert var eina lítla løtu, so mátti Eg gjørt enda á tær! Men far nú úr stási tínum, so fái Eg at síggja, hvat Eg geri við teg!?? Tá fóru Ísraelsmenn úr stási sínum; tey bóru tað ikki, eftir at tey vóru komin um Horebsfjall. Móses plagdi at taka tjaldið og reisa tað uttan fyri tilhaldið, nakað frá tí; hann kallaði tað samkomutjaldið. Ein og hvør ið søkti HARRAN, hann fór nú út til samkomutjaldið uttan fyri tilhaldið. Og hvørja ferð Móses fór út til tjaldið, reistist alt fólkið og stóð, hvør í tjalddurum sínum, og hugdi eftir Mósesi, inntil hann var komin inn í tjaldið. Táið Móses kom inn í tjaldið, kom skýstólpin niður og stóð í tjalddurunum, og HARRIN talaði við Móses. Men táið alt fólkið sá skýstólpan standa í tjalddurunum, reistust tey øll og tilbóðu, hvørt í tjalddurum sínum. HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann. So fór Móses aftur í tilhaldið; men tænari hansara Josva, sonur Nun, ungur maður, veik ikki frá tjaldinum. Móses segði við HARRAN: ?Tú sigur jú við meg: ?Far hagar við hesum fólki!? Men Tú hevur ikki latið meg vita, hvønn Tú ætlar at senda við mær, og kortini hevur Tú sagt: ?Eg kenni teg við navni, og tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum!? Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði fyri eygum Tínum! Hugsa kortini um, at hetta fólkið er Títt fólk!? Hann svaraði: ?Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?? Tá segði Móses við Hann: ?Kemur Tú ikki sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani! Tí av hvørjum skal tað síggjast, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, eg og fólk Títt, um ikki av tí, at Tú ferðast við okkum, so vit, eg og fólk Títt, verða ærd fram um øll fólkasløg á jørðini!? HARRIN svaraði Mósesi: ?Eisini hatta, ið tú nú biður um, skal Eg gera; tí tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum, og Eg kenni teg við navni.? Tá segði Móses: ?Lova mær tá at síggja dýrd Tína!? Hann svaraði: ?Eg skal lata alt ríkidømi Mítt ganga fram við tær, og Eg skal rópa út navnið HARRIN framman fyri teg; tí Eg vísi honum náði, sum Eg vísi náði, og honum miskunn, sum Eg vísi miskunn!? Og hann segði: ?Andlit Mítt kanst tú ikki síggja; einki menniskja kann síggja Meg og liva.? So segði HARRIN: ?Her tætt hjá Mær er staður statt har á klettinum! Táið so dýrd Mín fer framvið, skal Eg lata teg standa har í kluftini í klettinum, og Eg skal halda hond Mína fyri teg, meðan Eg fari framvið. So skal Eg taka hondina burtur, so tú kanst síggja Meg aftanfrá; men andlit Mítt kann eingin síggja!? KAPITUL Hinar nýggju steintalvurnar. Sáttmálin gjørdur av nýggjum, Andlit Mósesar skínur, So segði HARRIN við Móses: ?Høgg tær tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru! So skal Eg á talvurnar skriva somu orð, sum stóðu á hinum fyrru talvunum, teimum, ið tú breytst sundur. Ver so til reiðar í morgin ári! Tá skalt tú koma niðan á Sinaifjall og bíða eftir Mær har uppi á fjalstindinum. Eingin má koma niðan hagar við tær, og eingin má lata seg síggja nakrastaðni á fjallinum, ei heldur mugu smáfæ ella neyt eta undir hesum fjalli.? Móses tók sær nú tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru, og árla morgunin eftir fór hann niðan á Sinaifjall sum HARRIN hevði sagt við hann og hevði báðar steintalvurnar í hondini. Tá kom HARRIN niður í skýnum og stóð har nær hjá honum og rópti út navn HARRANS. Og HARRIN gekk fram við honum og rópti: ?HARRIN! HARRIN! miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!? Tá skundaði Móses sær at kasta seg til jarðar og tilbiðja. Og hann segði: ?HARRI, havi eg funnið náði fyri eygum Tínum, so kom við okkum, HARRI! Tí um so er, at tað er eitt harðvunnið fólk, so vilt Tú jú kortini fyrigeva okkum misgerðir og syndir okkara og lata okkum vera ogn Tína!? Hann svaraði: ?Eg skal gera sáttmála: Fyri eygum als fólks tíns skal Eg gera undur, slík, sum aldri áður hava hent nakrastaðni á jørðini ella hjá nøkrum fólkaslagi; og alt hetta fólk, ið tú livir ímillum, skal síggja verk HARRANS, hvussu øgiligt tað er, tað, ið Eg skal gera fyri teg. Halt boðini, ið Eg í dag gevi tær! Eg skal reka teir út fyri tær, Amoritar, Kána'anitar, Hetitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar! Varða teg fyri at gera nakran sáttmála við tey, ið búgva í landinum, ið tú kemur til! Tí verða tey búgvandi ímillum tykkara, so verða tey tykkum snerra! Nei, tit skulu ríva niður altar teirra, bróta sundur minnissteinar teirra og høgga Asjerur* teirra um! Tí tú mást ongan annan gud tilbiðja! HARRIN eitur Álvarsamur; álvarsamur Gud er Hann! Tú mást ongan sáttmála gera við tey, sum í landinum búgva! Tí í trúleysum fráfalli renna tey eftir gudum sínum og ofra til teirra; og táið tey so bjóða tær við, so fert tú at eta av ofrum teirra! Og tú fert av døtrum teirra at taka sonum tínum konur, og so fara døtur teirra í trúleysum fráfalli at renna eftir gudum sínum og villleiða synir tínar at gera tað sama! Stoyptar gudar mást tú ikki gera tær. Høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini skalt tú halda; í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíð í abib mánaði; tí í abib mánaði fórt tú út av Egyptalandi. Alt frumborið hoyrir Mær til, eisini alt frumborið hannslag av fæi tínum, bæði av neytum og av smáfæi. Men tað frumborna undan eslum skalt tú loysa við kríatúri av smáfænum, og loysir tú tað ikki, skalt tú bróta hálsin á tí. Hvønn frumbornan av sonum tínum skalt tú loysa. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan. Seks dagar skalt tú arbeiða; men sjeynda dagin skalt tú hvíla; um tað so er, táið tú várar, og táið tú heystar, so skalt tú halda hvíludagin. Vikuhøgtíðina skalt tú halda táið tú fært frumgróðurin av hveitiheystinum og heysthøgtíðina, táið árið er úti. Tríggjar ferðir um árið skulu allir menn tínir stíga fram fyri ásjón HARRANS HARRANS, Guds Ísraels. Tí Eg skal reka fólkasløg burtur fyri tær og rúmka land títt, og eingin skal tráa eftir landi tínum, meðan tú, tríggjar ferðir um árið, fert at stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki ofra blóð offurs Míns saman við nøkrum, ið súrgað er. Páskahátíðarofrið má ikki verða liggjandi til morgunin eftir. Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera til hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.? HARRIN segði við Móses: ?Skriva tær upp hesi orð! Tí eftir hesum orðum geri Eg sáttmála við teg og Ísrael.? Hann varð so har hjá HARRANUM dagar og nætur uttan at eta breyð og uttan at drekka vatn; og Hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, hini orðini. So fór Móses oman aftur av Sinaifjalli við báðum vitnisburðartalvunum í hondini, og táið hann kom oman, skein húðin á andliti hansara, av tí at Hann hevði talað við hann; men sjálvur vitsti hann tað ikki. Táið tá Áron og allir Ísraelsmenn sóu, hvussu húðin á andliti Mósesar skein, tordu teir ikki at koma honum nær. Tá rópti Móses teir, og so komu Áron og allir høvdingar samkomunnar aftur til hansara, og Móses tosaði við teir. Síðani komu allir Ísraelsmenn til hansara, og hann gav teimum øll boðini, ið HARRIN hevði kunngjørt honum á Sinaifjalli. Men táið Móses var liðugur at tala við tey, bant hann fyri andlit sítt. Og hvørja ferð hann síðani steig fram fyri ásjón HARRANS at tala við Hann, tók hann burtur frá andlitinum, inntil hann fór út aftur; táið hann so kom út, segði hann Ísraelsmonnum tað, ið honum var álagt. Tá sóu Ísraelsmenn, at húðin á andliti Mósesar skein, og Móses bant tá aftur fyri andlit sítt, inntil hann uppaftur fór inn at tala við Hann. KAPITUL Sabbatsboðið, Gávurnar verða latnar, Bezalel og hjálparmenn hansara verða settir til arbeiðið, Móses kallaði nú saman alla samkomu Ísraelsmanna og segði við tey: ?Hetta er tað, ið HARRIN hevur álagt tykkum at gera: Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera tykkum heilagur hvíludagur, háheilagur sabbatur fyri HARRANUM; hvør tann, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal lata lív. Sabbatsdagin má eingin av tykkum kyka í húsi sínum.? Síðani segði Móses við alla samkomu Ísraelsmanna: ?Hetta er tað, ið HARRIN hevur boðið: Av tí, ið tit eiga, skulu tit taka HARRANUM gávu. Ein og hvør, ið hevur hjartalag til tað, skal koma við gávuni til HARRAN: Gull, silvur, kopar, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum, reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið, olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsið, sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin. Allir menn ímillum tykkara, sum hava gott hegni til listarverk, skulu koma at gera alt tað, ið HARRIN hevur givið boð um: Tabernaklið við tekjuni og takinum, krókunum, plonkunum, tvørstongunum, stólpunum og støbbunum, ørkina við stongunum, náðistólin og forhangið, ið framman fyri hana skal vera, borðið við stongunum og øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðini, ljósastakan við tí, ið til hoyrir, og lampurnar og oljuna til ljósastakan, roykilsisaltarið við stongunum, salvuoljuna og roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins, brennioffuraltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrir, vatnílatið við fóti tess, umhang forgarðsins við stólpunum og støbbunum, forhangið fyri portur forgarðsins, hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, og togini til teirra, embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heiløgu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara.? So fór øll samkoma Ísraelsmanna avstað aftur frá Mósesi; og síðani komu tey, ein og hvør, sum hjartað stýrdi og andin dreiv til tað, tey komu við gávum til HARRAN at gera samkomutjaldið av, til alla tænastuna har og til hini heiløgu klæðini. Tey komu, bæði menn og kvinnur ein og hvør, sum hevði hjartalag til tað við spennum, oyrnaringum, fingraringum og hálspynti, alskyns stási av gulli; hvør og ein, ið vildi ofra HARRANUM gávu av gulli, kom við tí. Og ein og hvør, ið átti blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum, reyðlitað veðraskinn ella skinn av sjókúgv, kom við tí. Ein og hvør, ið vildi lata gávu av silvuri ella kopari, kom við gávu síni til HARRAN. Ein og hvør, ið átti akasiuvið til nakað av tí, ið gerast skuldi, kom við honum. Allar kvinnur, ið høvdu gott hegni til listarverk, spunnu við hondum sínum og komu við tí, ið tær høvdu spunnið, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni. Og allar kvinnur, ið høvdu hug til tað og dugdu til tað, spunnu geitaullina. Høvdingarnir komu við sjóamsteinum og øðrum dýrum steinum at seta á lívkyrtilin og bringudúkin og við kryddurtum og olju til ljósastakan og til salvuoljuna og hitt angandi roykilsið. Hvør og ein av Ísraelsmonnum, maður ella kvinna, sum hjartað stýrdi til at geva nakað til hitt stóra verk, ið HARRIN við Mósesi hevði givið boð um at gera, tey komu við tí sum sjálvkravdari gávu til HARRAN. Nú segði Móses við Ísraelsmenn: ?Síggja tit, HARRIN hevur kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda, og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði, at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari, at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk. Eisini hevur Hann givið bæði honum og Oholiab, syni Ahisamak, av ætt Dans, gávur at læra frá sær. Hann hevur fylt hjarta teirra við vísdómi at gera alskyns arbeiði við útskering og listveving, at veva toy í ymiskum litum av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni, somuleiðis til vanliga veving skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði og upphugsa listarverk.? KAPITUL Framhald, Halgidómurin verður gjørdur sum fyriskrivað, Bezalel og Oholiab og allir menn, ið høvdu gott hegni til listarverk, teir, ið HARRIN hevði givið vísdóm og vit at skilja, hvussu teir skuldu útinna alt arbeiðið, ið kravdi til at fáa halgidómin gjørdan, teir gjørdu nú í einum og øllum, sum HARRIN hevði boðið. Tí Móses sendi boð eftir Bezalel og Oholiab og øllum monnunum, ið høvdu gott hegni til listarverk, teimum, ið HARRIN hevði givið vísdóm í hjartað, øllum, sum hjartað stýrdi til at fara undir at útinna verkið. Teir fingu hjá Mósesi alla gávuna, ið Ísraelsmenn vóru komnir við til arbeiðið, ið útinnast skuldi fyri at gera halgidómin. Men fólkið bar honum við sama lagi sjálvkravdar gávur, morgun eftir morgun. Tá komu allir menninir, ið høvdu gott hegni til listarverk, teir, ið gjørdu alt arbeiðið við halgidómin, hvør frá arbeiðinum, ið hann fekst við, og teir søgdu við Móses: ?Fólkið kemur við mangan meiri, enn neyðugt er til arbeiðið, ið HARRIN hevur sagt, skal gerast!? Tá segði Móses, at henda kunngerð skuldi verða rópt um alt tilhaldið: ?Hvørki maður ella kvinna skal lata meiri sum gávu til halgidómin!? So helt fólkið uppat at koma við gávum. Tað, ið givið var, var nóg mikið til alt verkið, ið gerast skuldi, ja, av leyp. Allir hesir menn, ið høvdu gott hegni til listarverk, av teimum, ið vóru við í arbeiðinum, teir gjørdu nú tabernaklið, av teppum av fínum, tvinnaðum líni, og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tey vórðu gjørd við kerúbum á, í listvevnaði. Hvørt teppi var alin langt og alin breitt; øll teppini høvdu sama mál. av teppunum vórðu skoytt saman til eitt, og á sama hátt hini teppini. Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, vórðu settar lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt vórðu lykkjur settar á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum. lykkjur vórðu settar á annað teppið, og lykkjur vórðu settar á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar sótu hvør áraka aðra. Síðani vórðu gjørdir krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið varð eitt samanhangandi tjald. Framvegis vórðu gjørd teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; slík teppi vórðu gjørd. Hvørt teppi var alin langt og alin breitt; øll teppini høvdu sama mál. av teppunum vórðu skoytt saman fyri seg, og hini fyri seg. Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, vórðu settar lykkjur, og á sama hátt vórðu settar lykkjur á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum. So vórðu gjørdir krókar av kopari at halda tekjuni saman við, so hon varð ein heild. Uttan á tekjuna varð uppaftur gjørt tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni. Plankarnir til tabernaklið vórðu gjørdir av akasiuviði; teir stóðu upp og niður. Hvør planki var alin høgur og hálvaaðru alin breiður. Á hvørjum planka vóru tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis varð gjørt við allar plankarnar til tabernaklið. Av plonkunum, ið gjørdir vórðu til tabernaklið, vórðu reistir á tí síðuni, sum vendi móti suðri; og silvurstabbar vórðu gjørdir at seta undir teir plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka, at seta tapparnar í. Aðrir plankar vórðu gjørdir til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendi móti norðri, og til teirra silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka. Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, vórðu gjørdir plankar, og til hornini á hesi somu síðu tveir plankar. Teir vóru dupultir í neðra og líkaleiðis dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis vóru teir báðir vorðnir. Teir stóðu hvør á sínum horninum. Til baksíðuna vóru soleiðis plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyrdu, støbbum, tveimum undir hvørjum planka. So vórðu gjørdar tvørstengur av akasiuviði, til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins, til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri. Mittasta tvørstongin, hon, ið var mitt á plonkunum, varð gjørd so, at hon gekk heilt tvørturum úr enda í enda á bróstinum. Plankarnir vórðu klæddir við gulli, og ringarnir á teimum, sum tvørstengurnar skuldu stingast í, vórðu gjørdir av gulli; eisini tvørstengurnar vórðu klæddar við gulli. Síðani varð forhangið gjørt, av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað varð gjørt í listvevnaði, við kerúbum á. Til tað vórðu gjørdir stólpar av akasiuviði, sum vórðu klæddir við gulli; krókarnir á teimum vórðu gjørdir av gulli, og silvurstabbar vórðu stoyptir til teirra. Til dyr tjaldsins varð gjørt teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað var vovið í ymiskum litum. Og til tað vórðu gjørdir stólpar við krókum; stólpahøvdini og stengurnar vórðu klædd við gulli, og til stólparnar vórðu gjørdir stabbar av kopari. KAPITUL Ørkin verður gjørd, Somuleiðis sýnisbreyðaborðið, Ljósastakin, Roykilsisaltarið, Síðani gjørdi Bezalel ørkina av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga. Hann klæddi hana við reinum gulli bæði innan og uttan, og gullrond gjørdi hann á hana rundanum. Hann stoypti gullringar og setti teir á hinar føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin. Stengur gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli og stakk tær síðani gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skuldu vera at bera ørkina við. Náðistólin gjørdi hann av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan. Og hann gjørdi tveir kerúbar av gulli; teir gjørdi hann úr slignum gulli og setti teir við báðar endar náðistólsins, annan kerúbin við annan endan og hin kerubin við hin endan; áfastar við náðistólin gjørdi hann kerúbarnar, hvønn á sín endan. Kerúbarnir hildu veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjaldu náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra vendu hvørt móti øðrum; niður ímóti náðistólinum vendu andlit kerúbanna. Framvegis gjørdi hann borðið av akasiuviði, tvær alin langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt. Tað klæddi hann við reinum gulli og gjørdi gullrond á tað rundanum. Lista gjørdi hann runt um tað, eina hond breiðan, og rundanum á listan gjørdi hann rond av gulli. So stoypti hann gullringar, og teir setti hann í tey hornini við tey bein borðsins. Tætt við listan sótu ringarnir; teir vóru at stinga stengurnar í, so borðið kundi berast. Stengurnar gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli; við teimum skuldi borðið berast. Íløtini, ið til borðið hoyrdu, gjørdi hann av reinum gulli, føtini og skálirnar, og kannurnar og bikarini, sum drykkjuofrini skuldu verða skonkt úr. Síðani gjørdi hann ljósastakan av reinum gulli; úr slignum gulli varð ljósastakin gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum vóru blómur, knappar og útsprungin bløð, sum vóru í einum við hann. Seks armar gingu út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari. Á fyrsta armi vóru trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis var á øllum seks ørmunum, ið gingu út úr ljósastakanum. Men á ljósastakanum sjálvum vóru fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum. Ein blómuknappur varð settur undir fyrsta armaparið, ið gekk út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið út úr ljósastakanum gingu. Bæði blómuknapparnir og armarnir vórðu gjørdir í einum við hann; alt samalt var í einum, úr reinum, slignum gulli. So gjørdi hann tær sjey lampurnar til ljósastakan og ljósasaksarnar og skarpannurnar til hansara, av reinum gulli. Eina talent av reinum gulli nýtti hann til ljósastakan og alt, ið til hann hoyrdi. Framvegis gjørdi hann roykilsisaltarið av akasiuviði, eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt, og tvær alin høgt; horn tess vóru áføst við tað. Hann klæddi tað við reinum gulli, bæði omaná og síðurnar, rundanum, og hornini; og hann gjørdi rond av gulli á tað, rundanum. Tveir gullringar gjørdi hann til tað og setti teir niðri undir rondini á báðar síðurnar; teir skuldu vera at stinga stengurnar í, so altarið kundi verða borið á teimum. Stengurnar gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli. Hann gjørdi eisini hina heiløgu salvuoljuna og hitt reina, angandi roykilsið, soleiðis sum salvublandarar gera tað. KAPITUL Brennioffuraltarið verður gjørt, Somuleiðis vatnílatið, Forgarðurin, Gullið og annað, ið gekk til, Síðani gjørdi hann brennioffuraltarið av akasiuviði, alin langt og alin breitt fýrhyrnt og alin høgt. Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, og hesi horn vóru áføst við altarið. Og hann klæddi tað við kopari. Alt tað, ið til altarið hoyrdi, gjørdi hann, íløtini, eldspakarnar, offurskálirnar, gaflarnar og eldpannurnar; alt hetta, ið til tað hoyrdi, gjørdi hann av kopari. So gjørdi hann kopargrind til altarið, eins og rutt net; hana setti hann undir listan á altarinum, í neðra, so hon rakk hálvan vegin upp á altarið. Fýra ringar stoypti hann til tey fýra hornini á kopargrindini at stinga stengurnar í. Stengurnar gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við kopari. Og stengurnar stakk hann í ringarnar á síðum altarsins, so tað kundi verða borið á teimum. Hann gjørdi altarið av borðum, opið innan. Síðani gjørdi hann vatnílatið við fótinum undir av kopari; til hetta nýtti hann spegl, sum kvinnurnar, ið gjørdu tænastu við dyr samkomutjaldsins, áttu. So gjørdi hann forgarðin. Við ta síðuna, ið vendi móti suðri, gjørdi hann umhang forgarðsins av fínum, tvinnaðum líni, alin langt. Stólparnir til tað vóru og stabbarnir, ið teir stóðu á, av kopari; men krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri. Við norðaru síðu gjørdi hann eisini umhang, alin langt, stólpar til tað og til stólparnar stabbar, av kopari; og krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri. Við vestara enda gjørdi hann umhang, sum var alin langt, stólpar til tað og til stólparnar stabbar; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri. Við framendan, eystara enda, gjørdi hann eisini umhang, alin langt, alin øðrumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra, og alin hinumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra, so tað varð líka báðumegin portur forgarðsins. Øll umhang forgarðsins, allan vegin runt, vóru av fínum, tvinnaðum líni. Stabbarnir undir stólpunum vóru av kopari; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri, og stólpahøvdini klædd við silvuri. Allir stólpar forgarðsins vóru samanbundnir við silvurstongum. Forhangið fyri portur forgarðsins var vovið í ymiskum litum og av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað var alin langt og alin høgt so breitt var toyið eins og umhang forgarðsins. Teir stólparnir til tað og teir stabbarnir til teirra vóru av kopari, krókarnir av silvuri; stólpahøvdini vóru klædd við silvuri, og stengurnar vóru av silvuri. Allir hælirnir til tabernaklið og forgarðin, allan vegin runt, vóru av kopari. Hetta er roknskapurin yvir tað, ið gekk til tabernaklið, vitnisburðartjaldið; tí Móses segði við Levitarnar, at teir skuldu rokna tað út, og Itamar, sonur Áron, prestin, stóð fyri útrokningini. Bezalel, sonur Uri, son Hur, av ætt Juda, var hann, ið gjørdi alt tað, ið HARRIN hevði álagt Mósesi; til hjálparmenn hevði hann Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans, ein mann, ið var kønur at skera út, í listvevnaði og í at veva marglitt toy úr bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni. Nú, gullið, ið nýtt varð til arbeiðið, at gera allan halgidómin gullið, ið givið var sum offur tað var tilsamans talentir og seklar eftir halgidómsvektini. Silvurið, ið teir í samkomuni góvu, sum komu upp í manntalið, var talentir og seklar eftir halgidómsvektini, beka, tað er hálvur sekul, eftir halgidómsvektini fyri hvønn einstakan, ið kom upp í manntalið frá tjúguáraaldri og uppeftir; teir vóru mans. Tær talentirnar av silvuri gingu til at stoypa stabbarnar til halgidómin og stabbarnar til forhangið talentir til stabbar, talent til stabban. Men teir seklarnir gingu til at gera krókar á stólparnar, at klæða stólpahøvdini við og til stengurnar at binda teir saman við. Koparið, ið givið var sum offur, var talentir og seklar. Av tí gjørdu teir stabbarnar til dyr samkomutjaldsins, koparaltarið við kopargrindini á tí, og alt tað, ið til altarið hoyrdi, framvegis stabbarnar til forgarðin, allan vegin runt, stabbarnar til portur forgarðsins, og allar hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, allan vegin runt. KAPITUL Prestabúnin verður gjørdur, Alt verkið verður latið Mósesi upp í hendur, Av tí bláa, purpurreyða og skarlaksreyða tónum gjørdu teir embætisklæði til tænastuna í halgidóminum; og teir gjørdu hini heiløgu klæðini, ið Áron skuldi hava so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Lívkyrtilin gjørdu teir av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni. Teir slógu gullið út í plátur og kliptu pláturnar sundur í træðrir, so tað í listvevnaði kundi verða vovið inn í tað bláa, purpurreyða og skarlaksreyða tógvið og tað fína línið. Akslastykki gjørdu teir til hansara, at festa á hann; tey vóru at festa hann saman við í báðum endum. Beltið, ið á honum sat og helt honum saman, var áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. So gjørdu teir sjóamsteinarnar til og feldu teir inn í samanflættað gull; inn í teir vóru nøvn sona Ísraels skorin, sum innsigli verða útskorin. Teir vórðu settir á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skuldu gera, at børn Ísraels vórðu minst so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Síðani gjørdu teir bringudúkin; í listvevnaði var hann, á sama hátt sum lívkyrtilin, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni. Hann var fýrhyrntur og lagdur dupultur; eina sponn langur og eina sponn breiður var hann og lagdur dupultur. Við fýra røðum av dýrum steinum settu teir hann, kerneol, topas og smaragd í fyrsta raði, rubin, safir og kalsedon í øðrum, hýasint, agat og ametyst í triðja, krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir sótu feldir inn í samanflættað gull. Steinarnir vóru í tali, eftir nøvnum sona Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin varð navnið á einum av teimum ættunum skorið inn eins og í innsigli. Til bringudúkin gjørdu teir eisini ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri. Síðani flættaðu teir gull saman í tveimum og gjørdu tveir gullringar og settu teir hvønn á sítt horn bringudúksins. Tær báðar snaraðu gullketurnar festu teir í báðar ringarnar á hornum bringudúksins. Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum festu teir í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil festu teir tær. So gjørdu teir tveir aðrar gullringar og settu teir á hini bæði horn bringudúksins, á tann kvarðan, ið inn eftir vendi, inn móti lívkyrtlinum. Tveir gullringar enn gjørdu teir og settu teir á tey bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann varð samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins. Ringar bringudúksins bundu teir við bandi av bláum tógvi til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kom at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kundi skiljast frá lívkyrtlinum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Kápuna, ið hoyrdi til lívkyrtilin, gjørdu teir av bláum tógvi, alla sum hon var, vovna. Mitt á henni var opilsi um høvdið, og rundan um opilsið bordi sum opilsið á brynju fyri at hon skuldi ikki skrædna. Runt um fald hennara í neðra settu teir granatepli av tvinnaðum bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi. Og teir gjørdu bjøllur av reinum gulli og settu tær rundan um allan faldin á kápuni í neðra, millum granateplini, eina bjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina bjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra at verða nýtta við tænastuna, so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Síðani gjørdu teir Áron og sonum hansara vovnar undirkyrtlar av fínum líni, húgvuna av fínum líni, embætishúgvurnar av fínum líni, løriftsbuksurnar av fínum, tvinnaðum líni, og beltið av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi, vovnum í ymiskum litum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. So gjørdu teir plátuna av reinum gulli hitt heilaga pannuprýðið og skrivaðu á hana, eins og innsigli verða útskorin: ?Halgaður HARRANUM.? Og teir festu á hana band av bláum tógvi og settu hana omantil á húgvuna so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Soleiðis varð nú alt arbeiðið liðugt við tabernaklið, samkomutjaldið; í einum og øllum gjørdu Ísraelsmenn tað so, sum HARRIN hevði álagt Mósesi. So bóru teir Mósesi tabernaklið: Tjaldið og alt, ið til hoyrdi, krókarnar, plankarnar, tvørstengurnar, stólparnar og stabbarnar, takið av reyðlitaðum veðraskinni og takið av sjókúskinni, forhangið, ið framman fyri ørkina skuldi vera, vitnisburðarørkina við stongum hennara, náðistólin, borðið við øllum, ið til hoyrdi, sýnisbreyðini, ljósastakan av reinum gulli við lampunum, ið á hann skuldu setast, og alt annað, ið til hoyrdi, oljuna til ljósastakan, gullaltarið, salvuoljuna, hitt angandi roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins, koparaltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrdi, vatnílatið og fót tess, umhang forgarðsins, stólparnar og stabbarnar, forhangið fyri portur forgarðsins, togini og hælirnar, alt, ið nýtast skuldi til tænastuna í tabernaklinum, samkomutjaldinum, embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heiløgu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara. Í einum og øllum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn alt arbeiðið. Og táið Móses hugdi at øllum, ið gjørt var, og sá, at tað var liðugt, at teir á allan hátt høvdu gjørt tað so, sum HARRIN hevði sagt, tá signaði hann teir. KAPITUL Halgidómurin verður reistur, Harrin tekur bústað í halgidóminum, HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tann fyrsta í fyrsta mánaði skalt tú reisa tabernaklið, samkomutjaldið. Í tað skalt tú seta vitnisburðarørkina og heingja forhangið upp framman fyri ørkina. So skalt tú seta borðið inn hagar og leggja á tað alt, ið har eigur at liggja; og tú skalt bera ljósastakan inn og seta lampurnar á hann. Hitt gullklædda roykilsisaltarið skalt tú seta framman fyri Vitnisburðarørkina og síðani heingja forhangið upp fyri dyr tabernakulsins. Brennioffuraltarið skalt tú seta framman fyri dyr tabernakulsins, samkomutjaldsins. Vatnílatið skalt tú seta millum samkomutjaldið og altarið og lata vatn í tað. So skalt tú reisa forgarðin rundanum og heingja forhangið upp fyri portur forgarðsins. Síðani skalt tú taka salvuoljuna og salva tabernaklið og alt, sum í tí er, og tú skalt halga tabernaklið og alt, ið til hoyrir, so tað verður heilagt. Tú skalt salva brennioffuraltarið og alt, ið til hoyrir, og tú skalt halga altarið; so verður altarið háheilagt. Vatnílatið skalt tú salva og fótin, ið tað stendur á, og halga tað. So skalt tú leiða Áron og synir hansara fram at durum samkomutjaldsins og vaska teimum í vatni. Og tú skalt lata Áron í hini heiløgu klæðini, salva hann og halga hann at tæna Mær sum prest. Eisini synir hansara skalt tú leiða fram og lata teir í undirkyrtlarnar. Og tú skalt salva teir, sum tú salvaði faðir teirra; so skulu teir tæna Mær sum prestar. Henda salving skal geva teimum rættin til prestadømið, mann eftir mann, í allar ævir.? Hetta gjørdi Móses nú; í einum og øllum gjørdi hann so, sum HARRIN hevði álagt honum. Tann fyrsta í fyrsta mánaði í øðrum ári var tað, at tabernaklið varð reist. Móses reisti tabernaklið; hann setti stabbarnar niður og reisti plankarnar, stakk tvørstengurnar inn og reisti stólparnar. So breiddi hann tekjuna yvir tabernaklið og legði takið omaná so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Síðani tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, stakk stengurnar í og legði náðistólin oman á ørkina. Ørkina setti hann inn í tabernaklið og hongdi upp forhangið, sum skuldi vera framman fyri vitnisburðarørkina so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Borðið setti hann inn í samkomutjaldið, við norðaru síðu tabernakulsins, uttan fyri forhangið, og legði breyðini á rað á tað fyri ásjón HARRANS so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Ljósastakan setti hann í samkomutjaldið, beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins, og setti upp lampurnar fyri ásjón HARRANS so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Eisini gullaltarið setti hann í samkomutjaldið, framman fyri forhangið, og brendi angandi roykilsi á tí so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Síðani hongdi hann upp teppið fyri dyr tabernakulsins. Brennioffuraltarið setti hann fyri dyr tabernakulsins, samkomutjaldsins, og ofraði brennioffur og matoffur á tí so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Vatnílatið setti hann millum samkomutjaldið og altarið og læt vatn í tað at vaska sær í. Móses og Áron og synir Áron vaskaðu sær um hendur og føtur í tí; táið teir fóru inn í samkomutjaldið, og táið teir fóru fram at altarinum, vaskaðu teir sær so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. So reisti hann forgarðin rundan um tabernaklið og altarið og hongdi upp forhangið fyri portur forgarðsins. Nú var Móses liðugur við verkið. Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið; Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið. Men á allari ferð síni hildu Ísraelsmenn avstað, táið skýggið lætti av tabernaklinum; og táið skýggið ikki lætti, fóru teir ikki avstað, men bíðaðu til tann dag, táið tað aftur lætti. Tí skýggj HARRANS lá á tabernaklinum um dagin, og um náttina lýsti eldur í skýnum fyri eygum Ísraelsmanna, á allari ferð teirra. Seinna bræv Pæturs KAPITUL Áminning um við heiløgum lívi at staðfesta útveljingina, Boðan ápostulsins hvílir á egnum royndum og á profetorði hins gamla sáttmála, Símun Pætur, tænari og ápostul Jesu Krists til tey, sum hava fingið somu dýrabøru trúgv sum vit, við rættvísi Guds og Frelsara okkara Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut í kunnskapi um Gud og Harra okkara Jesus! Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómligi máttur Hansara givið okkum við kunnskapinum um Hann, sum kallaði okkum við dýrd og kraft Síni. Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd. Leggið tykkum tí júst eina við, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap, í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta, í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll! Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus. Tann, ið ikki hevur hetta, er blindur, stuttskygdur; hann hevur gloymt reinsanina frá hinum gomlu syndum sínum. Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva; tí á henda hátt skal tykkum ríkliga verða givin inngangur í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists. Eg komi tí altíð at minna tykkum á hetta, tóat tit vita tað og eru grundfest í sannleikanum, sum hjá tykkum er. Eg síggi tað vera rætt at vekja tykkum við áminning, so leingi sum eg eri í hesum tjaldi. Eg veit jú, at eg brádliga skal fara úr tjaldi mínum sum eisini Harri okkara Jesus Kristus læt meg vita. Og eg skal gera mær ómak fyri, at tit, eisini eftir at eg eri farin burtur, altíð kunnu minnast hetta. Tí ikki var tað snilt upphugsaðum ævintýrum, vit gingu eftir, táið vit kunngjørdu tykkum kraft og komu Harra okkara Jesu Krists; nei, vit vóru eygnavitni til hátign Hansara táið Hann fekk heiður og dýrd frá Gudi Faðir, og slík rødd ljóðaði til Hansara frá hini hátignarligu dýrd: ?Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.? Hesa rødd hoyrdu vit ljóða av Himli, táið vit vóru við Honum á hinum heilaga fjalli. So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara. Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. KAPITUL Lygilærarar skulu koma, sum dómur Guds vissuliga skal ráma, Frágreiðing um hátt og atburð teirra, Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar. Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld. Í havisjúku skulu teir við orðum, sum teir einki meina við nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki. Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm. Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu. Býirnar Sodoma og Gomorra legði Hann í øsku og dømdi teir til undirgang; Hann setti teir soleiðis teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi. Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu. Hesin rættvísi, sum millum teirra búði, píndist jú dag eftir dag í rættvísu sál síni av hinum lógleysu verkum, hann sá og hoyrdi. Soleiðis veit Harrin at ríva hini gudræddu úr freisting, men halda hinum órættvísu føstum til revsing dómadag mest teimum, ið ganga eftir holdi í óreinari girnd og vanvirða harradømi. Frek eru tey og sjálvgóð, ikki rædd fyri at spotta dýrdir. Og einglar, sum tó eru størri í mátti og valdi, leggja ikki á tey háðandi dóm fyri Harranum! Men hesi eins og dýr, ið einki vit hava, men av náttúru eru fødd at verða fangað og ganga til grundar, skulu, aftur fyri at tey spotta tað, sum tey kenna ikki, eisini ganga til grundar í spillu síni og fáa løn órættvísinnar! At nýta dagin til vællevnað tað dámar teimum, hesum skemdarplettum og andstygdum! Í svikum sínum gera tey sær til góða í veitslunum, tey halda við tykkum. Eygu teirra eru full av hori og fáa ikki nóg mikið av synd; tey lokka ófestar sálir; hjarta teirra er uppvant í havisjúku hesi børn banningarinnar! Tey eru farin av hinum beina vegi og eru vilst við at fylgja leið Bileams, sonar Beors, sum elskaði órættvísiløn, men varð revsaður fyri brot sítt: Málleyst trældýr talaði við menniskjamáli og forðaði vitloysi profetsins. Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar. Tey reypa við tómum orðum og lokka soleiðis í holdslystum við siðloysi tey, sum júst høvdu sloppið sær burt frá teimum, sum ganga í villu. Tey lova teimum frælsi tey, sum sjálv eru trælir spillunnar! Tað, sum ein er sigraður av trælur tess er hann eisini vorðin! Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra. Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið. Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: ?Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.? KAPITUL Á síðstu døgum skulu koma spottarar, ið nokta komu Kristusar, Um dag Harrans, Áminning um at vera til reiðar, Hetta er longu, tit elskaðu, annað brævið, eg skrivi tykkum; og í báðum havi eg við áminning vakt reina hug tykkara til at minnast orðini, ið frammanundan eru talað av hinum heiløgu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt. Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum og siga: ?Hvat verður av lyftinum um komu Hansara! Frá tí fedrarnir sovnaðu, er jú alt vorðið verandi, sum tað hevur verið, líka frá byrjan skapningsins!? Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð, sum var vorðin til av vatni og við vatni við orði Guds; og við tí gekk heimurin, ið tá var, undir í vatnflóðini. Men himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd eldinum! Tey verða hildin uppi til tann dag hini gudleysu menniskju skulu verða dømd og ganga til grundar. Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur. Harrin er ikki seinførur við lyftinum tóat summi halda tað vera seinføri nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending. Men dagur Harrans skal koma sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp. Táið nú alt hetta loysist sundur hvussu eiga tit tá ikki at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta, meðan tit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundur í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita! Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr. Táið tit nú, elskaðu míni, vænta hetta, so leggið tykkum eina við at finnast lýtaleys og ólastandi fyri Honum, í friði! Og roknið langmóð Harra okkara fyri frelsu! Hetta er tað, sum elskaði bróðir okkara Paulus hevur skrivað tykkum eftir vísdóminum, ið honum er givin. Tað ger hann eisini í øllum brøvum sínum, táið hann í teimum talar um hetta; í teimum er eitt og annað, sum torført er at skilja, og sum hini ólærdu og ófestu útleggja skeivt hetta gera tey eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til undirgang. Táið tit nú vita hetta frammanundan, elskaðu míni, so varðið tykkum, at tit verða ikki rivin við av villu hinna gudleysu og falla úr tykkara egnu føstu støðu, nei, vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists! Honum veri dýrdin, bæði nú og í allar ævir! Amen. Seinna Sámuelsbók KAPITUL Dávid fær boð um, at Saul er deyður, Hann syngur sorgarsong um Saul og Jónatan, Táið Saul var deyður, og Dávid var komin aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Amalekitum, steðgaði Dávid tveir dagar í Ziklag. Tá kom triðja dagin maður úr herinum, frá Saul, við klæðunum skræddum og mold á høvdinum; táið hann kom til Dávid, kastaði hann seg til jarðar fyri honum. Dávid spurdi hann: ?Hvaðani kemur tú?? Hann svaraði: ?Eg eri flýddur úr heri Ísraels.? Dávid segði við hann: ?Hvussu hevur gingist? Sig mær tað!? Hann svaraði: ?Fólkið flýddi úr bardaganum; nógvir av fólkinum eru falnir og deyðir; eisini Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir.? Tá segði Dávid við hin unga mannin, ið bar honum hesi tíðindi: ?Hvussu veitst tú, at Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir?? Hin ungi maðurin, ið hevði borið honum tíðindini, svaraði: ?Tað bar so á, at eg kom niðan á Gilboafjall, og har fekk eg at síggja Saul, ið stóð fram á spjót sítt; vagnarnir og hestmenninir herjaðu harðliga á hann. Táið hann nú vendi sær á og fekk at síggja meg, rópti hann meg, og eg svaraði: ?Her eri eg!? Hann spurdi: ?Hvør ert tú?? Eg svaraði: ?Eg eri Amalekitur.? Tá segði hann við meg: ?Kom higar og gev mær deyðastingin! Tí eg havi fingið krampa, og lívsmegin er tó øll í mær enn.? Eg fór tá yvir til hansara og gav honum deyðastingin; tí eg sá, at hann kom ikki at liva, táið hann var dottin. So tók eg kongaprýðið, ið hann hevði á høvdinum, og ringin, ið hann hevði um armin, og hevði tey við higar til harra mín.? Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey, og sama gjørdu allir menninir, ið hjá honum vóru. Og líka til kvølds syrgdu, grótu og fastaðu teir um Saul og Jónatan, son hansara, og um fólk HARRANS og hús Ísraels, at teir vóru falnir fyri svørði. Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: ?Hvaðani ert tú?? Hann svaraði: ?Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar.? Dávid segði við hann: ?Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?? So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: ?Kom higar og høgg hann niður!? Og hann drap hann. Dávid segði við hann: ?Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: ?Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.?? Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara, og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra ?Bogan?* hann er uppskrivaður í ?Bók hinna sannhjartaðu?** -: ?Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum á, at hetjurnar skuldu falla! Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði! Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls ikki salvaður við olju. Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur. Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur. Á døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara! Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum! Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki. Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!? KAPITUL Dávid verður kongur í Juda, Sendir monnunum í Jabes boð, Isboset verður kongur yvir hinum partinum av Ísrael, Ófriður millum Dávid og Isboset, Síðani spurdi Dávid HARRAN: ?Skal eg fara til onkun bý í Juda?? HARRIN svaraði: ?Ger so!? Tá spurdi Dávid: ?Hvar skal eg fara?? Hann svaraði: ?Til Hebron.? Dávid fór so hagar við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre'el og Abigajil, konu Nabal Karmelit. Menninar, ið hjá honum vóru, læt Dávid koma við hagar, hvønn við húsi sínum, og teir búsettust í býunum rundan um Hebron. Tá komu Judamenn hagar og salvaðu Dávid til kong yvir húsi Juda. Onkur kom nú og segði Dávidi, at tað vóru menninir í Jabes í Gilead, sum høvdu jarðað Saul. Tá sendi Dávid boð til menninar í Jabes í Gilead og læt siga við teir: ?Signaðir veri tit av HARRANUM fyri, at tit hava gjørt hetta kærleiksverk móti harra tykkara, Saul, at jarða hann! HARRIN vísi tykkum nú miskunn og trúfesti! Og eisini eg skal gera væl við tykkum, aftur fyri at tit gjørdu hetta. Takið nú mót í tykkum og latið síggjast, at tit eru raskir menn! Tí víst er harri tykkara, Saul, deyður; men hús Juda hevur eisini salvað meg til kong yvir seg.? Men Abner, sonur Ner, herhøvdingi Sauls, tók Isboset, son Saul, fór yvir til Mahanajim við honum og gjørdi hann til kong yvir Gilead, Asuritum, Jizre'el, Efra'im og Benjamin yvir øllum Ísrael. Isboset, sonur Saul, var ár, táið hann gjørdist kongur í Ísrael, og hann var kongur í tvey ár; tað var bert hús Juda, sum helt seg til Dávid. Tíðin, ið Dávid var kongur í Hebron yvir húsi Juda, var ár og mánaðir. Abner, sonur Ner, fór úr Mahanajim við monnum Isbosets, sonar Sauls, og fór til Gibeon. Jóab, sonur Zeruju, og menn Dávids fóru eisini avstað, og teir hittust við Gibeonstjørn; har steðgaðu teir, hvør flokkurin sínumegin tjørnina. Tá segði Abner við Jóab: ?Lat teir ungu stíga fram og halda vápnaleik, meðan vit hyggja at!? Jóab svaraði: ?Ja, lat teir gera so!? So reistust teir og gingu fram, líka mangir frá hvørjum, fyri Benjamin og Isboset, son Saul, og av monnum Dávids. Teir tóku í høvdið hvør á øðrum og rendu svørðið hvør í síðuna á øðrum, so at teir fullu allir samlir. Tí verður hetta stað rópt Helkat-Hazzurim; tað er við Gibeon. Síðani varð ógvuliga harður bardagi henda dagin, og Abner og menn Ísraels taptu fyri monnum Dávids. Har vóru teir tríggir synir Zeruju, Jóab, Abisai og Asael. Asael var so lættur á fótum sum skógargeitin á markini. Asael helt eftir Abner og veik hvørki til høgru ella til vinstru frá Abner. Abner vendi sær nú á og segði: ?Er tað tú, Asael!? Hann svaraði: ?Ja!? Tá segði Abner við hann: ?Tak aðra leið, annaðhvørt til høgru ella til vinstru! Legg á ein av teimum ungu og tak herklæði hansara!? Men Asael vildi ikki gevast at elta hann. Abner segði nú uppaftur við Asael: ?Lat vera at elta meg! Vilt tú hava meg at sláa teg til jarðar! Hvussu skuldi eg tá kunnað sæð bróður tín Jóab aftur!? Men hann vildi ikki gevast. Tá rendi Abner endan á spjótskafti sínum í búk hansara, so spjótið kom út ígjøgnum bak hansara, og hann fall deyður niður, har sum hann stóð. Og allir, ið komu at staðnum, har sum Asael var fallin deyður niður, steðgaðu. Jóab og Abisai eltu nú Abner, og táið sólin gekk niður, vóru teir komnir at Ammaheyggi, sum er beint yvir av Gia, á leiðini til Gibeonsoyðimørk. Tá savnaðust Benjaminitar um Abner og stóðu í einum flokki ovast á eini hædd. Abner rópti til Jóab: ?Skal svørðið aldri geva uppat at oyða? Dugir tú ikki at síggja, at her verður beiskur endi? Hvussu leingi ætlar tú at drála at siga við menn tínar, at teir skulu gevast at liggja eftir brøðrum sínum?? Jóab svaraði: ?So satt sum Gud livir hevði tú einki sagt, so hevði longu frá morgni verðið farið avstað við fólkinum, og eingin hevði elt bróður sín!? So blásti Jóab í hornið; tá steðgaði alt fólkið og elti ikki Ísrael longur, og bardagin helt uppat. Abner og menn hansara gingu yvir slættlendið alla náttina, fóru síðani um Jordan, gingu gjøgnum alt Bitron og komu til Mahanajim. Táið Jóab var givin at elta Abner, savnaði hann alt fólkið, og har saknaðust umframt Asael av monnum Dávids. Men menn Dávids høvdu dripið mans av Benjaminitum, av monnum Abners. Asael tóku teir og jarðaðu hann í grøv faðirs hansara í Betlehem. Og Jóab og menn hansara gingu alla náttina og komu til Hebron, táið lýsti. KAPITUL Synir Dávid í Hebron, Abner svíkur Isboset, Fer í part við Dávid, Jóab drepur Abner, Ófriðurin millum hús Sauls og hús Dávids kom at vara leingi; men Dávid styrknaði í hvørjum, og hús Sauls viknaði og viknaði. Í Hebron fekk Dávid synir. Hin frumborni hansara var Amnon sum hann átti við Ahinoam úr Jizre'el. Annar sonur hansara var Kilab sum hann átti við Abigajil, konu Karmelitin Nabal; hin triði var Absalom sum Ma'aka, dóttir Talmai, kongin í Gesur, átti; hin fjórði var Adonja sum Haggit átti; hin fimti var Sefatja sum Abital átti; hin sætti var Jitream sum Dávid átti við konu síni Eglu. Hesar synir fekk Dávid í Hebron. Meðan ófriðurin var millum hús Sauls og hús Dávids, styðjaði Abner hús Sauls. Nú hevði Saul havt hjákonu, ið æt Rizpa og var dóttir Aja. Isboset segði við Abner: ?Hví hevur tú havt við hjákonu faðirs míns at gera!? Ógvuliga ilt kom í Abner av tí, sum Isboset segði, og hann svaraði: ?Eri eg hundshøvd úr Juda! Nú havi eg líka til henda dag gjørt væl við hús Sauls, faðirs tíns, við brøður hansara og vinir hansara, og ikki latið teg fallið í hendur Dávids og so setur tú nú at mær fyri hesa kvinnuna! Gud lati Abner gangast illa bæði nú og hereftir, um eg geri ikki við Dávid, soleiðis sum HARRIN við eiði hevur lovað honum, taki kongadømið frá húsi Sauls og reisi hásæti Dávids yvir Ísrael og Juda, úr Dan líka til Be'erseba!? Og hann tordi ikki at siga orð meir við Abner, so illa ræddist hann hann. Abner læt nú sendimenn fara til Dávid í Hebron við hesum boðum: ?Hvørjum hoyrir landið til!? Og framvegis læt hann siga: ?Ger sáttmála við meg! So skal eg hjálpa tær og fáa alt Ísrael at ganga yvir til tín!? Hann svaraði: ?Gott, eg skal gera sáttmála við teg; men einar treytir leggi eg á teg: Tú kemur ikki fyri eygu míni, uttan tú hevur Mikal, dóttur Saul, við tær, táið tú kemur at stíga fram fyri meg!? Síðani sendi Dávid boð til Isboset, son Saul, og læt siga: ?Gev mær Mikal, konu mína, sum eg vann mær til brúður fyri hundrað filistarayvirhúðir!? Isboset sendi tá boð og læt taka hana frá manni hennara, Paltiel, syni La'is. Og maður hennara kom við og fylgdi henni grátandi líka til Bahurim. Tá segði Abner við hann: ?Far nú heimaftur!? Hann vendi so við. Abner hevði tosað við hinar elstu í Ísrael og sagt: ?Tað er nú langt síðani, tit fóru at vilja hava Dávid til kong tykkara. Gerið nú álvara av tí! Tí HARRIN hevur sagt um Dávid: ?Við hond Dávids, tænara Míns, skal Eg bjarga Ísrael, fólki Mínum, úr hondum Filistara og alra fígginda teirra.?? Abner tosaði eisini við Benjaminitar um hetta. So fór hann eisini avstað til Hebron, til Dávid, at tosa við hann um alt tað, ið Ísrael og alt hús Benjamins vóru komnir ásamt um. Abner kom við tjúgu monnum til Dávid í Hebron, og Dávid gjørdi gestaboð fyri Abner og monnunum, ið við honum vóru. Abner segði við Dávid: ?Eg skal fara avstað og savna alt Ísrael til harra mín kongin, so teir kunnu gera sáttmála við teg, og tú verður kongur yvir øllum teimum, ið tú vilt.? Dávid læt tá Abner fara, og hann fór avstað í friði. Menn Dávids og Jóab komu júst tá aftur av ránsferð og høvdu nógvan fong við sær. Men Abner var ikki hjá Dávidi í Hebron nú, tí hann hevði latið hann farið, og hann var farin avstað í friði. Táið nú Jóab og allur herurin, ið við honum var, komu heim, fekk Jóab at vita, at Abner, sonur Ner, hevði verið hjá konginum, og at kongurin hevði latið hann farið, so hann var farin avstað í friði. Tá fór Jóab inn til kongin og segði: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Abner kom til tín hví lætst tú hann sleppa avstað aftur í øllum góðum? Tú kennir jú Abner, son Ner, og veitst, at hann kom at narra teg og kanna eftir øllum, ið tú hevst at, og øllum, ið tú gert!? So fór Jóab avstað frá Dávidi og sendi menn eftir Abner; og teir høvdu hann við sær aftur úr Bor-Sira. Men Dávid vitsti einki um tað. Táið nú Abner kom aftur til Hebron, tók Jóab hann avsíðis mitt í portrinum at tosa við hann í náðum; og har stakk hann hann í búkin, so hann doyði fyri at hevna blóð Asaels, bróður síns. Táið Dávid seinni fekk hetta at hoyra, segði hann: ?Eg og ríki mítt eru til ævigar tíðir sakleys fyri HARRANUM í blóði Abners, sonar Ners! Tað komi yvir høvd Jóabs og yvir alt fedrahús hansara, og aldri fattist húsi Jóabs slík, ið hava útflot, sum eru spitølsk, sum ganga við høkju, sum falla fyri svørði, ella sum ikki eiga breyð!? Soleiðis myrdu Jóab og bróðir hansara, Abisai, Abner, aftur fyri at hann hevði dripið Asael, bróður teirra, í bardaganum við Gibeon. Men Dávid segði við Jóab og alt fólkið, ið hjá honum var: ?Skræðið klæði tykkara, bindið sekk um tykkum og grátið um Abner!? Sjálvur gekk Dávid kongur aftan á líkbøruni. Teir jarðaðu so Abner í Hebron, og kongurin græt hart við grøv Abners; og alt fólkið græt. Kongurin sang henda sorgarsong um Abner: ?Skuldi tá Abner doyggja, sum dári doyr! Hendur tínar vóru ikki bundnar, og føtur tínir ikki lagdir í leinkjur; sum ein fellur fyri illgerðarmonnum, so falst tú!? Tá græt alt fólkið enn meiri um hann. So kom alt fólkið og vildi hava Dávid at fáa sær at eta, meðan enn var dagur. Men Dávid svór: ?Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um eg leski breyð ella nakað annað, fyrrenn sólin er sett!? Hetta legði alt fólkið til merkis, og tey hildu gott um tað. Alt, ið kongurin gjørdi, dámdi fólkinum væl. Og alt fólkið og alt Ísrael dugdi tann dag at síggja, at tað var ikki kongurin, ið var upphavsmaður til, at Abner, sonur Ner, varð dripin. Kongurin segði við menn sínar: ?Vita tit ikki, at høvdingi og stórmaður í Ísrael er fallin í dag? Eg eri ov veikur enn, tóat eg eri salvaður til kong, og hesir menn, synir Zeruju, eru sterkari enn eg! HARRIN løni honum, ið ilt ger, tað illa, ið hann ger!? KAPITUL Isboset myrdur. Táið sonur Saul frætti, at Abner var deyður í Hebron, misti hann heilt mótið, og alt Ísrael varð sligið av ræðslu. Nú hevði sonur Saul tveir menn hjá sær, sum vóru høvuðsmenn fyri ránsflokkum; annar æt Ba'ana, og hin Rekab; teir vóru synir Rimmon Benjaminit úr Be'erot tí eisini Be'erot varð roknað upp í Benjamin; tó vóru Be'erotitar flýddir til Gittajim, har teir búgva sum fremmandir enn í dag. Jónatan, sonur Saul, átti son, sum var lamin í báðum fótum; hann var fimm ár, táið boðini um Saul og Jónatan komu úr Jizre'el; og kvinnan, ið ansaði eftir honum, tók hann og flýddi; men í tí hon skundaði sær avstað, datt hann og varð lamin; hann æt Mefiboset.* Synir Rimmon Be'erotit, Rekab og Ba'ana, fóru nú avstað og komu til hús Isbosets, táið dagurin var heitastur hann fekk sær júst middagshvíld. Hon, ið helt vakt við dyrnar, fekst við at reinsa hveiti, og var sovnað; soleiðis sluppu Rekab og bróðir hansara Ba'ana inn. Teir trongdu seg inn í húsið, har Isboset lá í song síni í sovikamari sínum; og teir stungu hann í hel og høgdu høvdið av honum; síðani tóku teir høvd hansara og gingu alla náttina yvir slættlendið. Teir komu við høvdi Isbosets til Dávid í Hebron og søgdu við kongin: ?Hygg, her er høvd Isbosets, sonar Sauls, sum var fíggindi tín og lá tær eftir lívinum! Soleiðis hevur HARRIN í dag givið harra mínum konginum hevnd yvir Saul og avkom hansara!? Men Dávid svaraði Rekab og bróður hansara Ba'ana, sonum Rimmon Be'erotit, soleiðis: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur frelst meg úr allari neyð: Hann, ið kom til mín við tíðindum um, at Saul var deyður, og sum sjálvur helt seg koma við gleðiboðum, hann læt eg leggja hond á og drepa í Ziklag hann, sum eg skuldi geva løn fyri góð tíðindi! Hvussu mikið meiri skuldi eg tá ikki nú, nú ið gudleysir menn hava myrt rættvísan mann á legu hansara í hansara egna húsi, kravt blóð hansara av hondum tykkara og strikað tykkum út av jørðini!? So gav Dávid monnum sínum boð, og teir drópu teir, høgdu hendur og føtur av teimum og hongdu teir upp við tjørnina í Hebron; men høvdið av Isboset tóku teir og jarðaðu tað í grøv Abners í Hebron. KAPITUL Dávid verður kongur yvir øllum Ísrael, Jerúsalem verður tikið, Dávid og Hiram eru vinmenn, Synir Dávid í Jerúsalem, Dávid vinnur sigur á Filistarum, Nú komu allar ættir Ísraels til Hebron til Dávid og søgdu: ?Vit eru jú hold títt og bein! Longu langt síðani, meðan Saul var kongur yvir okkum, vart tú tann, ið leiddi Ísrael út og inn, og HARRIN hevur sagt við teg: ?Tú skalt vera hirði fólks Míns, Ísraels, og tú skalt vera høvdingi yvir Ísrael.?? Allir hinir elstu í Ísrael komu til Hebron til kongin, og Dávid kongur gjørdi sáttmála við teir í Hebron fyri ásjón HARRANS. Teir salvaðu so Dávid til kong yvir Ísrael. Dávid var ár, táið hann gjørdist kongur, og hann var kongur í ár. Í Hebron var hann kongur yvir Juda ár og mánaðir, og í Jerúsalem var hann í ár kongur yvir øllum Ísrael og Juda. So fóru kongurin og menn hansara til Jerúsalem móti Jebusitum, sum búðu har í landinum. Men teir søgdu við Dávid: ?Higar kemur tú aldri inn! Blindir og lamnir skulu reka teg burt við hesum orðum: ?Her kemur Dávid aldri inn!?? Men kortini tók Dávid Zionsborg, tað er Dávidsstað. Tann dagin segði Dávid: ?Tann, ið vinnur sigur á Jebusitum, treingir seg fram at vatnveitingini og vinnur ?hinar blindu og lamnu,? ið hata Dávid, (hann skal vera formaður og herhøvdingi).? Tí verður tikið so til: ?Blindur og lamin skulu ikki sleppa inn í húsið.? Síðani tók Dávid bústað í borgini og rópti hana Dávidsstað. Har reisti Dávid bygningar rundanum, frá Millo og longur inn. Dávid fekk størri og størri vald, og HARRIN Gud herskaranna var við honum. Hiram kongur í Týrus sendi menn til Dávid við sedrisviði, og hann sendi træsmiðir og steinhøggarar, sum bygdu Dávidi hús. Dávid dugdi nú at síggja, at HARRIN hevði grundfest kongadømi hansara yvir Ísrael, og at Hann fyri Ísraels, fólks Síns, skuld hevði lyft ríki hansara høgt. Dávid tók sær enn fleiri hjákonur og konur í Jerúsalem, eftir at hann var komin úr Hebron, og hann fekk enn fleiri synir og døtur. Hetta eru nøvn sonanna, ið hann fekk í Jerúsalem: Sammua, Sobab, Natan, Sálomo, Jibhar, Elisua, Nefeg, Jafia, Elisama, Eljada og Elifelet. Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann oman í borgina. Filistarar komu so og spreiddu seg um Refa'imsdal. Tá spurdi Dávid HARRAN: ?Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?? HARRIN svaraði: ?Halt avstað! Eg skal geva Filistarar í hendur tínar.? Dávid kom nú til Ba'al-Perazim, og har vann hann sigur á teimum. Tá segði hann: ?HARRIN hevur brotið ígjøgnum fíggindar mínar fyri mær, eins og vatn brýtur ígjøgnum!? Tí varð hetta stað rópt Ba'al-Perazim. Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid og menn hansara tóku teir við sær. Men Filistarar komu uppaftur og spreiddu seg um Refa'imsdal. Táið Dávid tá spurdi HARRAN, svaraði Hann: ?Tú skalt ikki fara ímóti teimum; gakk í bug og kom á teir aftanífrá, og leyp so á teir beint yvir av bakatrøunum! Táið tú tá hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú skunda tær; tí tá er HARRIN farin út fyri tær at vinna Filistaraherin.? Dávid gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; og hann vann sigur á Filistarum og elti teir úr Geba líka yvir ímóti Gezer. KAPITUL Dávid flytur ørkina til Zion. Dávid savnaði uppaftur saman allan útvalda her Ísraels, mans. So fór Dávid avstað við øllum fólkinum, ið hjá honum var, og fór úr Ba'ale-Juda til at flyta haðani ørk Guds, sum kallað verður við navni HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum. Teir settu tá ørk Guds á nýggjan vagn og fóru við henni úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum; Uzza og Ajo, synir Abinadab, stýrdu vagninum. Soleiðis fluttu teir ørk Guds úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum, og komu við sjálvir; Ajo gekk undan ørkini. Dávid og alt hús Ísraels leikaðu fyri ásjón HARRANS, alt tað tey vóru ment, og sungið varð og spælt á sitarar, hørpur, trummur, bjøllur og skáltrummur. Táið tey nú komu at treskiplássi Nakons, rætti Uzza út hondina og tók í ørk Guds; tí teir fingu ikki stýrt oksunum. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Uzza, og Gud sló hann har fyri hetta skeiva, ið hann hevði gjørt, so hann doyði har hjá ørk Guds. Men Dávid varð illa við, av tí at HARRIN hevði sligið Uzza niður; tí hevur hetta stað verið rópt Perez-Uzza líka til henda dag. Dávid varð gripin av ræðslu fyri HARRANUM tann dagin og segði: ?Hvussu skal ørk HARRANS kunna koma inn hjá mær!? Dávid vildi tá ikki flyta ørk HARRANS niðan í Dávidsstað til sín, men læt seta hana inn hjá Obed-Edom úr Gat. Ørk HARRANS stóð so í tríggjar mánaðir í húsi Obed-Edoms úr Gat; og HARRIN signaði Obed-Edom og alt hús hansara. Onkur kom nú og segði Dávidi kongi, at HARRIN hevði signað hús Obed-Edoms og alt, ið hann átti, fyri tað at ørk Guds stóð har. Tá fór Dávid avstað og flutti ørk Guds úr húsi Obed-Edoms niðan í Dávidsstað við fagnaði. Táið teir, ið bóru ørk HARRANS, høvdu gingið seks stig, ofraði hann tarv og gøðingarkálv. Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni. Soleiðis fluttu Dávid og alt Ísrael ørk HARRANS niðan við gleðirópum og hornblástri. Men táið ørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa fyri ásjón HARRANS, vanvirdi hon hann í hjartanum. Teir komu so inn við ørk HARRANS og settu hana, har sum hon skuldi standa mitt í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og Dávid ofraði fyri ásjón HARRANS brennioffur og takkoffur. Táið Dávid var liðugur at ofra brenniofrini og takkofrini, signaði hann fólkið í navni HARRANS Guds herskaranna. Og hann býtti út til alt fólkið, til hvønn ein av allari mannfjøld Ísraels, bæði mann og kvinnu, eitt breyð, eitt kjøtstykki og eina rosinukøku. So fór alt fólkið heimaftur, hvør til sín. Men táið Dávid kom heimaftur at signa hús sítt, kom Mikal, dóttir Saul, út ímóti honum og segði: ?Tað er ikki eiti, sum kongur Ísraels er ærdur í dag, hann, sum í dag hevur gingið nakin, so arbeiðskonur tænara hansara hava sæð, eins og skammleys fólk plaga at gera!? Dávid svaraði Mikal: ?Fyri ásjón HARRANS, sum útvaldi meg fram um faðir tín og fram um alt hús hansara og setti meg til høvdinga yvir fólki HARRANS, yvir Ísrael fyri ásjón HARRANS havi eg dansað! Eg skal gera meg minni enn so og verða lítil í mínum egnu eygum; og hasar arbeiðskonurnar, ið tú tosaði um saman við teimum vil eg verða ærdur!? Mikal, dóttir Saul, var barnleys líka til deyðadag sín. KAPITUL Orð Harrans til Dávid við Natan, Dávid tilbiður, Sum kongurin nú einaferð sat í húsi sínum HARRIN hevði tá givið honum frið fyri øllum fíggindum hansara rundanum segði hann við Natan profet: ?Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði; og ørk Guds býr í tjaldi!? Natan svaraði konginum: ?Ger bert alt, ið tú hevur í huga! Tí HARRIN er við tær.? Men somu nátt kom orð HARRANS til Natan; Hann segði: ?Far og sig við tænara Mín Dávid: ?So sigur HARRIN: Skuldi tú bygt Mær hús at búgva í! Eg havi jú ikki búð í húsi, líka frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi og til henda dag, nei, Eg havi ferðast um í tjaldi, í tabernakli. Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: ?Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði??? Tú skalt tí siga við tænara Mín Dávid: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, at vera høvdinga yvir fólki Mínum Ísrael. Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava. Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og órættvís menniskju plága tað ikki longur sum áður líka frá tí degi Eg setti dómarar yvir fólk Mítt Ísrael og Eg havi latið teg fingið frið fyri øllum fíggindum tínum. Og nú letur HARRIN teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús. Táið dagatal títt er fult, og tú hvílir hjá fedrum tínum, skal Eg eftir teg reisa upp son tín, sum skal ganga út frá tær, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara. Hann skal byggja navni Mínum hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta kongadømi hansara. Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur. Táið hann ger tað, ið ilt er, skal Eg tykta hann við menniskjakoyrli og við plágum, sum vanliga heimsøkja menniskjabørnini; men náði Mín skal ikki víkja frá honum soleiðis sum Eg læt hana víkja frá Saul, honum, ið Eg læt víkja fyri tær. Í allar ævir skal hús og kongadømi títt standa fast fyri ásjón Míni; til ævigar tíðir skal hásæti títt vera grundfest.?? Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón. Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi harinni fyri ásjón HARRANS; og hann segði: ?Hvør eri eg, Harri HARRI, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta! Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Harri HARRI, so at Tú eisini talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Og um hetta hevur Tú talað, sum menniskju eru von, Harri HARRI! Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg! Tú kennir jú tænara Tín, Harri HARRI! Fyri orðs Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt tænara Tínum tað. Tú ert tí stórur, HARRI Gud! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú eftir øllum tí, ið vit hava hoyrt við oyrum okkara. Hvar á jørðini finst eitt fólk sum Títt fólk sum Ísrael eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk til at gera Sær eitt navn og avrika hetta stóra fyri tykkum og øgilig verk fyri land Títt, fyri fólks Tíns skuld, sum Tú fríaði út av Egyptalandi, frá fólkunum og gudum teirra! Tú virkaði Tær fólk Títt Ísrael til at vera fólk Títt til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra! Uppfyll tí nú, HARRI Gud, til ævigar tíðir orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara ger, sum Tú hevur sagt! So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: ?HARRIN Gud herskaranna er Gud yvir Ísrael!? Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni. Tí Tú, HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, Tú hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja mær hús tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja hesa bøn til Tín! Og nú, Harri HARRI, Tú ert Gud, og orð Tíni skulu roynast sonn, Tú, sum hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða! Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí Tú, Harri HARRI, hevur talað, og signing Tín, hon skal gera, at hús tænara Tíns verður signað í allar ævir!? KAPITUL Dávid vinnur sigur, Hægstu embætismenn hansara, Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistarum og kúgaði teir, og Dávid legði høvuðsstaðin undir seg og tók hann úr hondum Filistara. Hann vann eisini sigur á Móabitum og máldi teir við bandi; hann læt teir leggja seg niður á jørðina og máldi so tvær bandslongdir at verða dripnar og eina fulla bandslongd at liva. So vórðu Móabitar tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Somuleiðis vann Dávid sigur á Hadadezer, syni Rehob, kongi í Zoba, táið hann fór avstað at fáa sær aftur valdið við Ánna.* Dávid tók frá honum hestmenn og mans av fótfólki, og Dávid læt skera av hásinuna á øllum vagnhestunum; bert vagnhestar læt hann vera eftir. Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadadezer kongi í Zoba, men Dávid feldi av teimum. Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór. Gullskjøldirnar, ið tænarar Hadadezers høvdu havt, tók Dávid og hevði teir við til Jerúsalem. Og úr býum Hadadezers, Beta og Berotai, tók Dávid kongur stóra nøgd av kopari. Táið To'i, kongurin í Hamat, frætti, at Dávid hevði vunnið allan her Hadadezers, sendi hann son sín Jóram til Dávid kong at heilsa honum og ynskja honum til lukku, tí hann hevði verið í bardaga við Hadadezer og vunnið hann tí Hadadezer hevði ofta ligið í stríði við To'i. Hann* hevði við sær silvuríløt, gullíløt og koparíløt. Eisini tey halgaði Dávid kongur HARRANUM, saman við silvurinum og gullinum, ið hann hevði halgað burtur av fonginum frá øllum fólkunum, ið hann hevði lagt undir seg frá Áramearum, Móabitum, Ammonitum, Filistarum og Amalekitum og av fonginum frá Hadadezer, syni Rehob, konginum í Zoba. Táið Dávid nú kom aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Áramearum, vann hann sær navn við í Saltdali at fella mans. Hann setti herfólk í Edom; í alt Edom setti hann herfólk, og allir Edomitar vórðu tænarar Dávids. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór. Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og Dávid gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum. Jóab, sonur Zeruju, var høvdingi yvir herinum; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari; Zadok, sonur Ahitub, og Ahimelek, sonur Abjatar, vóru prestar; Seraja var ríkisskrivari; Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini; og synir Dávid vóru prestar.* KAPITUL Dávid og Mefiboset. Dávid segði: ?Man nú nakar vera eftir av húsi Sauls, so eg fái víst honum miskunn fyri Jónatans skuld?? Nú hevði hús Sauls ein tænara, ið æt Ziba; hann fekk boð at koma til Dávid, og kongurin segði við hann: ?Ert tú Ziba?? Hann svaraði: ?Ja, tað er tænari tín!? Kongurin spurdi: ?Er ikki onkur eftir av húsi Sauls, so eg kundi víst honum miskunn Guds?? Ziba svaraði: ?Ein sonur Jónatan livir enn; hann er lamin í báðum fótum.? Tá spurdi kongurin: ?Hvar er hann?? Ziba svaraði: ?Hann er í húsi Makirs, sonar Ammiels, í Lo-Debar.? Dávid sendi nú boð eftir honum til hús Makirs, sonar Ammiels, í Lo-Debar. Táið so Mefiboset, sonur Jónatan, son Saul, kom inn til Dávid, kastaði hann seg niður á andlit sítt og boygdi seg. Dávid segði: ?Mefiboset!? Hann svaraði: ?Ja, her er tænari tín!? Dávid segði við hann: ?Óttast ikki! Eg skal vísa tær miskunn fyri Jónatans, faðirs tíns, skuld og lata teg fáa aftur alla jørðina, ið faðir tín, Saul, átti; og tú skalt altíð eta við borð mítt.? Tá kastaði hann seg niður og segði: ?Hvat er tænari tín, at tú vendir tær til ein deyðan hund sum meg!? Kongurin sendi so boð eftir Ziba, tænara Sauls, og segði við hann: ?Alt tað, ið Saul og alt hús hansara hevur átt, havi eg givið syni harra tíns. Tú skalt dýrka jørðina fyri hann, tú og synir og tænarar tínir, og heysta inn fyri hann, so at sonur harra tíns kann hava breyð at eta; men sjálvur skal Mefiboset, sonur harra tíns, altíð eta við borð mítt.? Ziba hevði fimtan synir og tjúgu tænarar. Tá segði Ziba við kongin: ?Tænari tín skal í einum og øllum gera, sum harri mín kongurin gevur tænara sínum boð um.? ?Men Mefiboset skal eta við borð mítt sum ein av sonum kongsins,? [segði kongurin]. Mefiboset átti lítlan son, ið æt Mika. Og øll í húsi Ziba vóru tænarar Mefibosets. Sjálvur búði Mefiboset í Jerúsalem; tí hann át altíð við borð kongsins. Og hann var lamin í báðum fótum. KAPITUL Dávid berjist við Ammonitar og Áramearar. Nakað eftir hetta doyði ammonitakongur, og sonur hansara Hanun tók ríkið eftir hann. Tá segði Dávid: ?Eg skal vísa Hanun, syni Nahas, vinskap, eins og faðir hansara vísti mær vinskap!? Dávid sendi so nakrar av tænarum sínum at ugga hann í sorgini eftir faðir hansara. Tænarar Dávids komu nú til Ammonitaland. Tá søgdu ammonitahøvdingarnir við Hanun, harra sín: ?Heldur tú tað vera til at æra faðir tín, ið Dávid hevur sent menn at ugga teg? Nei, til at njósna í býnum og kanna hann og síðani leggja hann í oyði til hetta er tað, ið Dávid hevur sent tær tænarar sínar!? Tá tók Hanun tænarar Dávids, læt raka hálvt skeggið av teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara. Táið Dávid fekk hesi tíðindi, læt hann sendiboð fara ímóti teimum menninir vóru jú stórliga vanærdir og kongurin læt siga: ?Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!? Táið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, sendu teir boð og leigaðu Áramearar úr Bet-Rehob og Zoba, mans av fótfólki, kongin úr Ma'aka við monnum og mans úr Tob. Táið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum, teimum krígsvandu monnunum. Ammonitar fóru so út og fylktu her sín uttan fyri býportrið; men Áramearar úr Zoba og Rehob og menninir úr Tob og Ma'aka stóðu fyri seg sjálvar á markini. Men táið Jóab sá, at hann hevði fíggindar ímóti sær bæði frammanfyri og aftanfyri, valdi hann út nakrar úr øllum útvalda liði Ísraels og fylkti teir móti Áramearum. Yvir hin partin av fólkinum setti hann bróður sín, Abisai, sum við teimum fylkti seg móti Ammonitum. Og hann segði: ?Verða Áramearar mær ov sterkir, skalt tú koma mær til hjálpar, og verða Ammonitar tær ov sterkir, skal eg koma tær til hjálpar. Hav nú gott mót, og lat okkum vísa okkum djarvar í bardaganum fyri fólk okkara og fyri býir Guds okkara síðani má HARRIN gera tað, ið Honum tykir best!? Jóab herjaði nú á við fólki sínum til bardaga við Áramearar, og teir flýddu fyri honum. Táið Ammonitar sóu, at Áramearar flýddu, tá flýddu eisini teir fyri Abisai og sluppu sær inn í býin. Jóab fór síðani heimaftur úr bardaganum móti Ammonitum og kom til Jerúsalem. Táið Áramearar sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, savnaðu teir seg allir. Hadadezer sendi boð, at Áramearar, ið búðu hinumegin Ánna,* skuldu koma; teir komu tá til Helam, og Sobak, herhøvdingi Hadadezers, var yvir teimum. Táið Dávid fekk hetta at vita, savnaði hann alt Ísrael, fór um Jordan og kom til Helam. Áramearar fylktu her sín móti Dávidi, og tað kom til bardaga. Men Áramearar flýddu fyri Ísrael, og Dávid drap millum Áramearar manningina á vagnum og hestmenn; og Sobak, herhøvdinga teirra, særdi hann, so hann doyði har. Táið nú allir kongarnir, ið stóðu undir Hadadezer, sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, gjørdu teir frið við Ísraelsmenn og góvu seg undir teir; og Áramearar vágaðu sær ikki uppaftur at hjálpa Ammonitum. KAPITUL Dávid og Batseba. Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, sendi Dávid Jóab avstað við monnum sínum og øllum Ísrael, og teir herjaðu á land Ammonita og kringsettu Rabba. Men Dávid varð verandi í Jerúsalem. So var tað eitt kvøldið, tá reisti Dávid seg av legu síni og fór at ganga uppi á takinum á kongshøllini; hann kom tá at síggja kvinnu, ið baðaði sær, og kvinnan var ógvuliga vøkur. Dávid sendi nú boð og fregnaði um kvinnuna, og honum varð sagt: ?Hatta er Batseba, dóttir Eliam, kona Uria Hetit.? Dávid sendi boð eftir henni, og hon kom til hansara; hann lá so hjá henni hon hevði júst reinsað seg eftir óreinsku sína.* Hon fór síðani heimaftur. Kvinnan varð við barn; hon sendi tá Dávidi boð og læt siga: ?Eg eri við barn!? Tá sendi Dávid Jóabi hesi boð: ?Send Uria Hetit til mín.? Jóab sendi so Uria til Dávid. Táið Uria kom til hansara, spurdi Dávid hann, um Jóab og herfólkinum vitsti væl við, og hvussu gekst við hernaðinum. Síðani segði Dávid við Uria: ?Far nú heim til tín sjálvs og vaska tær um føturnar!? Og táið Uria fór út úr kongshøllini, varð gáva frá konginum send aftan á honum. Men Uria legði seg fyri durum kongshallarinnar saman við øllum tænarum harra síns; hann fór ikki heim til sín sjálvs. Táið sagt varð Dávidi, at Uria var ikki farin heim til sín sjálvs, segði Dávid við hann: ?Tú kemur jú av ferð hví ert tú ikki farin heim til tín sjálvs?? Uria svaraði Dávidi: ?Ørkin og Ísrael og Juda búgva í leyvhúsum, og harri mín Jóab og tænarar harra míns hava tilhald úti á markini og so skuldi eg farið heim til mín sjálvs og etið og drukkið og ligið hjá konu míni! So satt sum tú livir, og so satt sum sál tín livir tað geri eg ikki!? Tá segði Dávid við Uria: ?Verð nú her í dag við! So skal eg í morgin lata teg fara.? Uria steðgaði so í Jerúsalem tann dagin og dagin eftir. Dávid beyð honum nú inn; og hann át og drakk hjá honum, og hann fekk hann druknan. Men um kvøldið fór hann út og legði seg á legu sína saman við tænarum harra síns; hann fór ikki heim til sín sjálvs. Morgunin eftir skrivaði Dávid Jóab bræv og sendi tað við Uria. Í brævinum skrivaði hann: ?Set Uria fremstan, har sum bardagin er harðastur, og rýmið so frá honum, so hann fellur og doyr!? Jóab sum lá og hevði býin kringsettan setti tá Uria á eitt stað, har hann vitsti, at djarvir menn vóru. Táið so menninir í býnum gjørdu álop og hildu ímóti Jóab, fullu nakrir av herfólkinum, av monnum Dávids; eisini Uria Hetitur fall. Tá sendi Jóab Dávidi boð við tíðindum um alt, ið hent hevði í orrustuni. Hann gav sendimanninum hetta boð: ?Táið tú hevur sagt kongi alt tað, ið hent hevur í bardaganum kemur tá ilt í kong, og hann sigur við teg: ?Hví komu tit býnum so nær í bardaganum? Tit kundu jú vita, at teir fóru at skjóta niður av múrinum! Hvør var tað, ið drap Abimelek, son Jerubbeset! Var tað ikki ein kvinna, ið kastaði kvarnarstein niður á hann av múrinum í Tebez, so hann doyði! Hví komu tit múrinum so nær?? so skalt tú siga: ?Eisini tænari tín Uria Hetitur er deyður!?? Sendimaðurin fór nú avstað og kom og segði Dávidi alt tað, ið Jóab hevði álagt honum. Sendimaðurin segði við Dávid: ?Menninir vórðu okkum ov sterkir og hildu út á markina ímóti okkum; men so róku vit teir aftur líka at býportrinum. Tá skutu bogamenninir av múrinum niður á tænarar tínar, og nakrir av tænarum kongsins fullu eisini tænari tín Uria Hetitur fall.? Tá segði Dávid við sendimannin: ?Tú skalt siga við Jóab: ?Tak tær ikki hatta so nær! Svørðið verður einum at bana nú og øðrum tá; halt við at gera álop á býin, og tað dyggiliga, og brót hann niður!? Soleiðis skalt tú seta mót í hann.? Táið kona Uria frætti, at Uria, maður hennara, var deyður, syrgdi hon ektafelaga sín. Men táið sorgardagarnir vóru at enda, sendi Dávid boð og tók hana heim til sín; hon varð kona hansara og átti honum son. Men hetta, ið Dávid hevði gjørt, var ónt í eygum HARRANS. KAPITUL Natan kemur til Dávid, Barn Dávids við Batsebu doyr, Sálomo verður føddur, Endi á bardaganum við Ammonitar, HARRIN sendi Natan til Dávid. Táið hann kom inn til hansara, segði hann við hann: ?Tveir menn vóru í einum býi; annar var ríkur, og hin fátækur. Hin ríki hevði mongd av smáfæi og neytum; men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið lamb, sum hann hevði keypt og føtt inni; tað vaks upp hjá honum saman við børnum hansara; tað át av breyði hansara, drakk úr bikari hansara, lá í fangi hansara og var honum sum dóttir. Men táið hin ríki maðurin einaferð fekk gest, tykti honum ov mikið fyri at taka av smáfæi ella neytum sínum at seta fyri ferðamannin, ið komin var til hansara; nei, hann tók lamb hins fátæka mans og borðreiddi við tí fyri gestinum, ið hann hevði fingið.? Tá varð Dávid so spinnandi illur inn á henda mann, og hann segði við Natan: ?So satt sum HARRIN livir tann maður, ið hetta gjørdi, hann skal lata lív! Og lambið skal hann bøta fýrfalt aftur, tí hann bar seg so at og vísti ikki miskunn.? Men Natan segði við Dávid: ?Tú ert maðurin! So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og Eg bjargaði tær av hondum Sauls; Eg gav tær hús harra tíns og legði konur harra tíns í favn tín; Eg gav tær hús Ísraels og hús Juda og var hetta ov lítið, so skuldi Eg givið tær meiri aftrat, bæði eitt og annað. Hví hevur tú tá vanvirt orð HARRANS og gjørt tað, sum ónt er í eygum Hansara? Uria Hetit hevur tú dripið við svørði; konu hansara hevur tú tikið tær sjálvum til konu, og hann hevur tú dripið við svørði Ammonita. Tí skal nú svørðið aldri víkja frá húsi tínum aftur fyri at tú hevur vanvirt Meg og tikið konu Uria Hetit til konu tína! So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma á teg úr tínum egna húsi; fyri eygum tínum skal Eg taka konur tínar og geva øðrum manni tær, og hann skal liggja hjá konum tínum mitt á ljósum degi. Tí tú gjørdi hetta í loynd, men Eg skal gera hetta fyri eygum als Ísraels og mitt á ljósum degi.? Tá segði Dávid við Natan: ?Eg havi syndað móti HARRANUM!? Natan segði við Dávid: ?So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur tú skalt ikki doyggja. Men aftur fyri at tú við at bera teg so at hevur gjørt, at fíggindar HARRANS fáa spottað, so skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja.? Síðani fór Natan aftur til hús. Og HARRIN sló barnið, ið Dávid hevði fingið við konu Uria tað varð ógvuliga sjúkt. Tá søkti Dávid Gud fyri barnið; Dávid fastaði, og táið hann kom heim, lá hann á gólvinum alla náttina. Teir elstu í húsi hansara komu nú og vildu hava hann at reisa seg upp av gólvinum; men hann vildi ikki, og hann helt ikki máltíð saman við teimum. Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt, tí teir hugsaðu: ?Meðan barnið livdi, talaðu vit við hann, og hann lurtaði ikki eftir okkum; hvussu kunnu vit tá nú siga honum, at barnið er deytt! Hann kann gera eina vanlukku!? Táið Dávid sá, at tænarar hansara teskaðu sín ámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og hann segði við tænarar sínar: ?Er barnið deytt?? Teir svaraðu: ?Ja, hann er deyður!? Tá reistist Dávid upp av gólvinum, vaskaði sær, salvaði seg, skifti klæði og fór inn í hús HARRANS og tilbað. So fór hann heimaftur og bað lata seg fáa at eta; teir settu tá mat fyri hann, og hann át. Tá søgdu tænarar hansara við hann: ?Hvussu er tað, tú bert teg at! Meðan barnið livdi, fastaði tú og grætst um hann; men nú barnið er deytt, nú reisist tú upp og etur!? Hann svaraði: ?So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: ?Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!? Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!? So troystaði Dávid Batsebu, konu sína; og hann fór inn til hennara og lá hjá henni; og hon átti son, sum hann gav navnið Sálomo; hann elskaði HARRIN; og Hann sendi boð við Natan profeti, sum fyri HARRANS skuld gav honum navnið Jedidja. Jóab gjørdi álop á Rabba í Ammon og tók kongastaðin. Tá sendi Jóab Dávidi boð og læt siga: ?Eg havi gjørt álop á Rabba og tikið vatnbýin. Savna nú tú tað, ið eftir er av fólkinum saman, so tú kanst kringseta býin og taka hann! Tað má ikki vera eg, ið taki býin, so eg fái orð fyri tað.? Dávid savnaði tá alt fólkið og fór til Rabba; og hann herjaði á hann og tók hann. Hann tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli og vigaði eina talent, og dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur ógvuligan fong, sum hann hevði tikið í býnum. Fólkið, ið búði har, flutti hann burtur og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og jarnøksirnar og læt tað træla við tigulovnarnar. So gjørdi hann við allar býir Ammonita. Síðani fór Dávid og allur herurin aftur til Jerúsalem. KAPITUL Amnon og Tamar, Absalom drepur Amnon, Nakað eftir hetta hendi tað, ið her skal sigast frá. Absalom, sonur Dávid, átti vakra systur, ið æt Tamar; henni fekk Amnon, sonur Dávid, hug á. Amnon píndist so av trá eftir systur síni Tamar, at hann varð sjúkur; tí hon var moyggj, og tað tyktist Amnon ógjørligt at fáa vilja sín við henni. Men Amnon átti vinmann, ið æt Jónadab, ein son Simea, bróður Dávid; Jónadab var ógvuliga klókur maður. Hann segði við hann: ?Hví ert tú hvønn morgun so burturtærdur at síggja, kongasonurin? Vilt tú ikki siga mær tað?? Amnon svaraði: ?Eg havi fingið hug á Tamar, systur Absalom bróður.? Tá segði Jónadab við hann: ?Legg teg í songina og lætst at vera sjúkur! Táið pápi tín kemur at vitja teg, sig tá við hann: ?Lat Tamar, systur mína, koma og geva mær nakað at eta! Táið hon ger matin til, so eg síggi, og sjálv gevur mær hann, so fái eg etið.?? Amnon fór nú í songina og lætst at vera sjúkur, og táið kongurin kom at vitja hann, segði Amnon við kongin: ?Lat Tamar systur koma og gera einar tvær køkur, so eg síggi, og sjálva geva mær tær so fái eg etið!? Dávid sendi tá boð inn í húsið til Tamar og læt siga: ?Far í hús bróður tíns Amnons og ger honum mat!? So kom Tamar inn í hús bróður síns Amnons; hann lá í songini. Og hon tók deiggj, knoðaði tað og gjørdi køkur, so hann sá, og bakaði tær. So tók hon pannuna og stoytti tær burturúr framman fyri hann. Amnon vildi tó ikki eta, men segði: ?Latið øll fara út!? Táið øll vóru útfarin, segði Amnon við Tamar: ?Ber matin inn í kamarið, so eg kann eta hann úr hond tíni!? Tamar tók tá køkurnar, ið hon hevði gjørt, og bar tær inn í kamarið til bróður sín Amnon. Men í tí hon rætti honum tær og bað hann fáa sær, treiv hann í hana og segði við hana: ?Kom og ligg hjá mær, systir!? Hon segði við hann: ?Nei, beiggi, vanær meg ikki! Slíkt má ikki verða gjørt í Ísrael ger ikki slíka skemdargerð! Hvar skuldi eg farið við skomm míni! Og tú hevði verðið roknaður millum dárarnar í Ísrael! Tosa heldur við kong! Hann sýtir tær ikki at fáa meg.? Men hann vildi ikki lurta eftir henni, og hann varð henni ov sterkur og neyðtók hana og lá hjá henni. Men so kastaði Amnon ógvuligt hatur á hana; hatrið, ið hann hataði hana við, var størri enn kærleikin, ið hann hevði havt til hennara. Amnon segði við hana: ?Reis teg og slepp tær burt!? Tá segði hon við hann: ?Nei, beiggi! Tann illgerð, at tú nú rekur meg burtur, er enn størri enn hin, ið tú gjørdi mær.? Men hann vildi ikki lurta eftir henni, men rópti eftir dronginum, ið gekk honum til handa, og segði: ?Fá mær hesa kvinnu út úr húsinum og stong dyrnar eftir henni!? Hon var í síðum kyrtli; tí soleiðis klæddu kongadøturnar seg í forðum, so leingi sum tær vóru moyggjar. Tænarin leiddi hana tá út úr húsinum og stongdi dyrnar eftir henni. Men Tamar stroyddi øsku á høvd sítt og skræddi tann síða kyrtilin, sum hon var í; hon legði hondina á høvd sítt og fór skríggjandi avstað. Tá segði bróðir hennara Absalom við hana: ?Hevur beiggi tín Amnon verið hjá tær? Ver nú tigandi, systir! Hann er bróðir tín; tak tær ikki hetta so nær!? So varð Tamar tá verandi í húsi Absaloms, bróður síns í svárari sorg. Táið Dávid kongur fekk alt hetta at hoyra, varð hann ógvuliga illur. Absalom talaði ikki til Amnon, hvørki ilt ella gott; tí hann hataði Amnon fyri tað, at hann hevði vanært Tamar, systur hansara. Tvey ár eftir hetta læt Absalom klippa seyði sínum í Ba'al-Hazor, sum er við Efra'im, og Absalom beyð tá øllum kongasonunum til sín. Absalom kom til kongin og segði: ?Tænari tín letur nú klippa seyði sínum; vilja kongurin og menn hansara ikki koma hagar við tænara tínum?? Men kongurin svaraði Absalom: ?Nei, sonur mín! Vit fara ikki at koma allir; tí tað verður ov mikil ómakur hjá tær.? Og tóat hann noyddi hann, vildi hann ikki koma, men bað hann væl fara. Tá segði Absalom: ?Táið tú ikki vilt koma, so lat, ið hvussu er, Amnon beiggja koma við okkum!? Kongurin spurdi: ?Hví skal hann koma við tær?? Men Absalom helt við at noyða hann, og so læt hann Amnon og allar hinar kongasynirnar fara við honum. Men Absalom gav tænarum sínum hetta boð: ?Aktið nú eftir, táið Amnon er vorðin kátur av víninum! Táið eg tá sigi við tykkum: ?Høggið Amnon niður!? so skulu tit drepa hann verið ikki ræddir, tað eri eg, sum havi biðið tykkum! Takið mót í tykkum og vísið tykkum sum rættar menn!? Tænarar Absaloms gjørdu við Amnon, sum Absalom hevði sagt við teir. Tá fóru allir kongasynirnir á føtur, settust á múldýr síni og flýddu. Áðrenn teir enn vóru komnir vegin fram, komu hesi tíðindi til Dávid: ?Absalom hevur dripið allar kongasynirnar ikki so mikið sum ein teirra er eftir!? Tá reisti kongurin seg, skræddi klæði síni og kastaði seg niður á jørðina; og allir tænarar hansara stóðu har í skræddum klæðum. Men Jónadab, sonur Simea, bróður Dávid, tók til orða og segði: ?Harri mín má ikki trúgva, at teir hava dripið allar hinar ungu menninar, kongasynirnar! Tað er bert Amnon, ið deyður er; tað hevur verið nakað við munni Absaloms, sum ikki hevur boðað frá góðum, líka síðani tann dagin Amnon neyðtók systur hansara, Tamar. Harri mín kongurin má tí ikki taka sær hetta at hjarta, at tey siga, at allir kongasynirnir eru deyðir nei, tað er bert Amnon, ið deyður er!? Men Absalom flýddi. Táið maðurin, ið helt vakt, hugdi upp, sá hann nógv fólk, ið kom av vegnum aftan fyri hann, fram við fjallinum. Tá segði Jónadab við kongin: ?Har koma kongasynirnir tað hevur gingið, sum tænari tín segði!? Hann hevði ikki meir enn talað orðið, tá komu kongasynirnir; og teir skóru í at gráta, og kongurin og allir menn hansara skóru eisini í sjóðheitan grát. Men Absalom flýddi og fór til Talmai, son Ammihud, kongin í Gesur. Og kongurin syrgdi son sín alla tíðina. Táið nú Absalom var flýddur og farin til Gesur, varð hann verandi har í trý ár. Hetta gjørdi, at Dávid kongur læt vera at fara ímóti Absalom tí hann var troystaður í sorgini um, at Amnon var deyður. KAPITUL Dávid náðar Absalom. Men Jóab, sonur Zeruju, dugdi at síggja, at hjarta kongsins var vent til Absalom. Tá sendi Jóab boð til Tekoa eftir klókari konu og segði við hana: ?Lætst, sum tú hevur sorg, far í sorgarbúna, lat vera at salva teg við olju ber teg at sum kona, ið langa tíð hevur syrgt ein deyðan! Far so inn til kong og sig soleiðis við hann!? Og Jóab legði henni orðini í munnin. Kvinnan úr Tekoa fór so til kongin, fall til jarðar á andlit sítt, boygdi seg og segði: ?Hjálp, kongurin!? Kongurin spurdi hana: ?Hvat bagir hjá tær?? Hon svaraði: ?Jú, eg eri einkja, maður mín er deyður. Og tænastukvinna tín átti tveir synir; teir fóru at klandrast úti á markini, og har var eingin, sum kundi skilja teir sundur; so sló annar hin, so hann doyði. Og nú hevur øll slektin reist seg móti tænastukvinnu tíni og sigur: ?Kom higar við honum, ið drap bróður sín, so vit fáa dripið hann og hevnt bróðurin, ið hann drap! Á henda hátt fáa vit forkomið arvinganum við.? Soleiðis ætla teir at sløkkja neistan, ið eg havi eftir, so at maður mín hvørki kemur at eiga navn ella eftirkomarar á jørðini.? Tá segði kongurin við kvinnuna: ?Far heimaftur! Eg skal javna málið fyri teg.? Men kvinnan úr Tekoa segði við kongin: ?Á meg, harri kongurin, og á fedrahús mítt fellur skuldin kongurin og hásæti hansara skulu vera sakleys.? Kongurin segði: ?Talar onkur til tín, so skalt tú koma til mín við honum; so skal hann einki gera tær uppaftur!? Tá segði hon: ?Hevði kongurin viljað minst HARRAN Gud sín, so blóðhevnarin skal ikki volda meiri vanlukku enn, og sonur mín verða beindur av vegnum!? Hann svaraði: ?So satt sum HARRIN livir ikki hár av høvdi sonar tíns skal falla til jarðar!? Tá segði kvinnan: ?Loyv tænastukvinnu tíni at tala eitt orð enn við harra mín kongin!? Hann svaraði: ?Tala!? Kvinnan segði: ?Hví hugsar tú tá um slíkt móti fólki Guds? Eftir orðinum, ið kongurin hevur talað, er tað, eins og hann sjálvur hevði verið sekur, táið kongurin ikki letur son sín í útlegd koma aftur. Vit skulu jú øll doyggja og verða sum vatn, ið er stoytt á jørðina og savnast ikki upp aftur; og Gud tekur ikki lívið, men hugsar um, hvat ið gerast kann, so hin burtkoyrdi skal ikki vera burtkoyrdur longur og skildur frá Honum. Og at eg nú eri komin at tala hetta við harra mín kongin, tað er, tí fólkið gjørdi meg rædda; tá hugsaði tænastukvinna tín: ?Eg skal tala við kong; kanska kongur fer at uppfylla bøn tænastukvinnu sínar! Víst fer kongur at lurta eftir mær og fría tænastukvinnu sína av hond mansins, ið ætlar at týna bæði meg og son mín úr arvaluti Guds.? Og so hugsaði tænastukvinna tín: ?Orð harra míns kongsins fara at verða mær til troyst; tí harri mín kongurin er sum eingil Guds í tí, at hann lurtar eftir bæði góðum og illum.? Og nú veri HARRIN Gud tín við tær!? Tá tók kongurin til orða og segði við kvinnuna: ?Dyl ikki fyri mær tað, ið eg fari at spyrja teg um!? Kvinnan svaraði: ?Tala, harri kongurin!? Kongurin spurdi: ?Hevur ikki Jóab hondina uppi í øllum hesum?? Kvinnan svaraði: ?So satt sum tú livir, harri kongurin ikki er komandi burtur frá tí, ið harri mín kongurin sigur, hvørki til høgru ella til vinstru! Jú, tað var tænari tín Jóab, ið álegði mær hetta og legði tænastukvinnu tíni øll hesi orð í munnin! Fyri at fáa málið at síggja øðrvísi út, hevur tænari tín Jóab gjørt hetta. Men harri mín er vísur sum eingil Guds, so hann veit alt tað, ið á jørðini hendir.? So segði kongurin við Jóab: ?Gott, eg skal gera tað! Far og lat hin unga mannin Absalom koma aftur!? Tá fall Jóab til jarðar á andlit sítt og boygdi seg, signaði kongin og segði: ?Í dag dugir tænari tín at síggja, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, harri kongurin, við tað at kongurin uppfyllir bøn tænara síns!? Síðani gjørdi Jóab seg til og fór til Gesur og læt Absalom koma aftur til Jerúsalem. Men kongurin segði: ?Lat hann fara heim til sín sjálvs fyri eygu míni kemur hann ikki!? Absalom fór so heim til sín sjálvs og kom ikki fyri eygu kongsins. So vakur maður sum Absalom var ikki í øllum Ísrael slíkt orð gekk ikki um nakran; frá iljum til hviril var einki lýti á honum. Táið hann læt hár sítt klippa tað gjørdi hann í endanum á hvørjum ári, tí hárið varð honum ov tungt, hann noyddist at klippa tað tá vigaði hann hárið, og tað vigaði seklar eftir kongsvektini. Absalom fekk tríggjar synir og eina dóttur hon æt Tamar; hon var vøkur kvinna. Absalom búði nú tvey ár í Jerúsalem, men kom ikki fyri eygu kongsins. Tá sendi Absalom boð eftir Jóab, at fáa hann at fara til kongin; men hann vildi ikki koma til hansara. Hann sendi boð aðru ferð, men heldur ikki tá vildi hann koma. Nú segði hann við tænarar sínar: ?Hyggið, Jóab hevur ein akur her tætt hjá mínum, sum hann hevur bygg í farið og setið eld á hann!? Tænarar Absaloms settu so eld á akurin. Tá fór Jóab avstað og kom inn hjá Absalom og segði við hann: ?Hví hava tænarar tínir sett eld á akur mín?? Absalom svaraði: ?Eg sendi tær boð og bað teg koma higar, so eg fekk sent teg til kong at siga: ?Hvat til kom eg aftur úr Gesur! Tað hevði verið mær betri, at eg var har enn!? Og nú vil eg koma fyri eygu kongs; er so nakað misbrot hjá mær, kann hann drepa meg!? Jóab fór nú til kongin og segði hetta við hann. Tá sendi hann boð eftir Absalom, og hann kom inn til kongin; og hann boygdi seg niður fyri honum og fall á andlit sítt til jarðar fyri konginum. Og kongurin kysti Absalom. KAPITUL Absalom ger uppreistur, Dávid flýggjar, Nakað eftir hetta fekk Absalom sær vagn og hestar og fimti menn, sum fyri honum runnu. Tíðliga á morgni plagdi Absalom at koma og standa við vegin til portrið; og hvørja ferð maður kom, sum hevði eitt mál, sum hann ætlaði at bera fram fyri kongin og fáa dóm í, rópti Absalom hann og spurdi: ?Hvørjum býi ert tú úr?? Táið hann nú svaraði: ?Tænari tín er av teirri ella teirri ætt Ísraels.? so segði Absalom við hann: ?Søk tín er góð og røtt; men hjá kongi er eingin, ið lurtar eftir tær!? Og Absalom legði aftrat: ?Høvdu teir bert sett meg til dómara í landinum! Tá skuldi hvør maður, ið hevur trætu ella søk, komið til mín, og eg skuldi gjørt, at hann fekk rætt sín!? Og táið onkur nærkaðist og ætlaði at kasta seg niður fyri honum, rætti hann út hondina og treiv í hann og kysti hann. Soleiðis bar Absalom seg at við allar Ísraelsmenn, ið komu til kongin at fáa dóm og Absalom stjól hjørtu Ísraelsmanna. Táið nú fýra ár vóru gingin, segði Absalom við kongin: ?Loyv mær at fara til Hebron og uppfylla lyfti, ið eg havi gjørt HARRANUM! Tí meðan tænari tín búði í Gesur í Áram, gjørdi eg hetta lyfti: ?Letur HARRIN meg koma aftur til Jerúsalem, so skal eg halda gudstænastu fyri HARRANUM!?? Kongurin svaraði: ?Far í friði!? So gjørdi hann seg til og fór til Hebron. Absalom sendi nú loyniliga boð í allar ættir Ísraels og læt siga: ?Táið tit hoyra hornið ljóða, skulu tit siga: ?Absalom er vorðin kongur í Hebron!?? Við Absalom fóru mans úr Jerúsalem, sum vóru bodnir; teir vóru góðvarnir og fóru við og vitstu einki um nakað. Meðan Absalom bar fram ofrini, sendi hann boð eftir Akitofel Giloniti, ráðgevara Dávids hann sendi boð til Gilo, har sum hann búði. Og samansvørjingin vaks í styrki; fleiri og fleiri av fólkinum fóru í part við Absalom. Ein kom nú við boðum til Dávid og segði: ?Hjarta hvørs Ísraelsmans hevur vent sær til Absalom!? Tá segði Dávid við allar menn sínar, sum hjá honum vóru í Jerúsalem: ?Komið, latið okkum flýggja! Tað er tað einasta, ið kann bjarga okkum undan Absalom. Verið skjótir avstað, so hann verður ikki fyrr og nær okkum, førir vanlukku á okkum og høggur niður við svørði tey, sum í býnum búgva!? Tænarar kongsins svaraðu: ?Alt tað, ið tú vilt, harri kongurin, eru tænarar tínir til reiðar at gera!? Kongurin helt so avstað, og alt hús hansara við honum; bert tíggju hjákonur læt kongurin verða eftir at varðveita húsið. Kongurin helt avstað, og alt fólkið við honum; og tey gjørdu steðg við seinasta húsið. Allir hermenninir fóru fram við honum, somuleiðis øll lívvaktin; eisini allir Gatitarnir, mans teir vóru komnir við honum úr Gat fóru fram við konginum. Tá segði kongurin við Ittai Gatit: ?Hví kemur tú við okkum eisini? Vend aftur og ver hjá kongi! Tú ert jú fremmandur og haraftrat førdur burt av heimstaði tínum. Í gjár komst tú, og í dag skuldi eg latið teg flakkað um við okkum, eg, sum ikki veit, hvar leið mín kann koma at liggja! Vend aftur og hav brøður tínar aftur við tær HARRIN vísi tykkum miskunn og trúfesti!? Men Ittai svaraði konginum: ?So satt sum HARRIN livir, og so satt sum harri mín kongurin livir: Har sum harri mín kongurin er tað beri nú til deyða ella til lív har og onga aðrastaðni skal tænari tín vera!? Tá segði Dávid við Ittai: ?Gott, kom so við okkum!? So fór Ittai Gatitur framvið, og allir menn hansara, og øll børnini, ið hann hevði við sær. Alt landið græt hart, meðan allir hermenninir fóru framvið. Kongurin fór um Kidronsløk, og eisini alt fólkið fór yvirum og tók leiðina at oyðimørkini. Eisini Zadok var har, og allir Levitarnir við honum; teir høvdu sáttmálaørk Guds við sær. Og teir settu ørk Guds niður nú kom eisini Abjatar hagar inntil alt fólkið var farið út úr býnum. Tá segði kongurin við Zadok: ?Far inn aftur í býin við ørk Guds! Finni eg náði fyri eygum HARRANS, so letur Hann meg koma aftur, so eg fái at síggja hana og bústað hennara; men sigur Hann so: ?Eg havi ikki tokka til tín!? ja, so eri eg til reiðar, Hann má gera við meg, sum Honum tykir best!? Kongurin segði nú við Zadok prest: ?Skilir tú meg? Farið í friði inn aftur í býin, og Ahima'az, sonur tín, og Jónatan, sonur Abjatar báðir synir tykkara við tykkum! Síggja tit eg ætli at steðga við vaðini í oyðimørkini, inntil boð koma frá tykkum við tíðindum.? Zadok og Abjatar fóru nú aftur til Jerúsalem við ørk Guds, og teir vórðu verandi har. Men Dávid fór grátandi niðan Oljufjallið, við innballaðum høvdi og skóleysur; og alt fólkið, ið við honum var, hevði eisini ballað um høvdið og gekk grátandi niðan. Táið Dávid fekk at hoyra, at Akitofel var millum teirra, sum høvdu svorið seg saman og hildu við Absalom, segði hann: ?Ger ráð Akitofels til dárskap, HARRI!? Táið nú Dávid var komin heilt niðan á fjallið, har sum tey plagdu at tilbiðja Gud, kom Husai Arkitur ímóti honum í skræddum kyrtli og við mold á høvdinum. Dávid segði við hann: ?Kemur tú við mær, so komi eg í ampa av tær; men fert tú inn aftur í býin og sigur við Absalom: ?Eg skal vera tænari tín, kongurin! Áður havi eg verið tænari faðirs tíns, men nú skal eg vera tænari tín!? so kanst tú gera mær ráð Akitofels til einkis. Har hevur tú jú prestarnar Zadok og Abjatar; alt tað, ið tú frættir úr kongshøllini, skalt tú lata prestarnar Zadok og Abjatar vita. Báðir synir teirra Ahima'as, sonur Zadok, og Jónatan, sonur Abjatar eru hjá teimum har; teir skulu tit senda til mín við boðum um alt, ið tit frætta.? Husai, vinmaður Dávids, kom so til býin, og samstundis kom eisini Absalom til Jerúsalem. KAPITUL Ziba svíkur Mefiboset, Sime'i bannar Dávidi, Husai kemur til Absalom, Absalom fer inn til hjákonur faðirs síns, Táið Dávid var komin eitt lítið strekki oman hinumegin á fjallinum, kom Ziba, tænari Mefibosets, ímóti honum við tveimum saðlaðum eslum, ið bóru breyð, rosinukøkur, fruktkøkur og skinnsekk við víni. Kongurin spurdi Ziba: ?Hvat ætlar tú at gera við hetta?? Ziba svaraði: ?Eslini skal húsfólk kongsins hava at ríða á; breyðið og fruktkøkurnar skulu tænararnir hava at eta; og tey, sum fáa maktarloysi í oyðimørkini, skulu hava vínið at drekka.? Kongurin spurdi: ?Men hvar er sonur harra tíns?? Ziba svaraði: ?Hann er eftir í Jerúsalem; tí hann hugsaði: ?Nú fer hús Ísraels at geva mær kongadømið hjá pápa aftur!?? Tá segði kongurin við Ziba: ?Alt tað, ið Mefiboset eigur, skal vera títt!? Ziba svaraði: ?Eg kasti meg til jarðar lat meg finna náði fyri eygum harra míns kongsins!? Táið Dávid kongur kom til Bahurim, kom út haðani ein maður, ið var skyldur við hús Sauls; hann æt Sime'i og var sonur Gera; hann kom bannandi og blakaði grót eftir Dávidi og øllum tænarum Dávids kongs, meðan alt fólkið og allir hinir raskastu hermenninir fylgdust við honum, bæði høgrumegin og vinstrumegin. Sime'i bannaði honum við hesum orðum: ?Burt! Burt við tær, blóðhundur tín, vittuggi títt! Nú hevur HARRIN latið komið aftur á teg alt blóðið, ið runnið hevur í húsi Sauls, í hvørs stað tú vart kongur; og HARRIN hevur givið Absalom, syni tínum, kongadømið! Ja, nú er hon komin á teg, vanlukkan, ið tú hevur uppiborið tí blóðhundur ert tú!? Tá segði Abisai, sonur Zeruju, við kongin: ?Hví skal hesin deyði hundurin sleppa at banna harra mínum konginum! Lat meg fara hagar yvir og høgga høvdið av honum!? Men kongurin svaraði: ?Hvat havi eg við tykkum at gera, tit synir Zeruju! Táið hann bannar og HARRIN hevur sagt við hann: ?Banna Dávidi!? hvør vágar sær tá at siga: ?Hví gert tú hetta!?? Og Dávid segði við Abisai og við allar menn sínar: ?Tit síggja, at sonur mín, sum er gingin út úr lendum mínum, liggur mær eftir lívinum er tá løgið, um hasin Benjaminiturin ger tað! Latið hann bert banna! Tað er HARRIN, ið hevur sagt við hann at gera tað. Tað kundi borið á, at HARRIN vendi Sær til mín í neyð míni, so HARRIN gjørdi mær gott aftur fyri illbønina, sum í dag kemur oman yvir meg.? Síðani hildu Dávid og menn hansara fram leið sína; men Sime'i gekk uppi í líðini áraka hann og bannaði honum við sama lagi; og hann blakaði grót og sand, sum hann gekk har áraka hann. Táið so kongurin og alt fólkið, ið við honum var, vóru komin til Ajefim, hvíldu tey seg har. Men Absalom var við øllum fólki sínum Ísraelsmonnum komin til Jerúsalem; og Akitofel var við honum. Táið nú Husai Arkitur, vinmaður Dávids, kom til Absalom, segði Husai við Absalom: ?Kongurin livi! Kongurin livi!? Absalom segði við Husai: ?Er hetta kærleiki tín til vinmann tín! Hví fórt tú ikki við vinmanni tínum?? Husai svaraði: ?Nei! Tann, ið HARRIN og hetta fólk og allir Ísraelsmenn hava valt, maður hansara og hjá honum skal eg vera! Og annars hvørjum skuldi eg tænt hjá! Skuldi eg ikki tænt hjá syni hansara! Jú, eins og eg havi tænt hjá faðir tínum, so skal eg tæna hjá tær við!? Nú segði Absalom við Akitofel: ?Leggið tit nú ráð og sigið, hvat vit skulu gera!? Akitofel svaraði: ?Far inn til hjákonur faðirs tíns, tær, sum hann hevur latið verða eftir at varðveita húsið! Táið tá alt Ísrael fær at hoyra, at tú ert vorðin illa kendur hjá faðir tínum, kemur nýtt mót í allar, sum eru í parti tínum.? Teir reistu nú Absalom tjald á takinum, og Absalom fór fyri eygum als Ísraels inn til hjákonur faðirs síns. Ráð, ið Akitofel legði, vórðu á teimum døgum vird líka mikið, sum ein hevði spurt Gud til ráðs; so nógv virdu bæði Dávid og Absalom eini og hvørji ráð, ið Akitofel legði. KAPITUL Husai fær Absalom at líta á seg, Sendir Dávidi boð, Akitofel tekur seg av døgum, Dávid verður væl fagnaður í Mahanajim, Akitofel segði nú við Absalom: ?Lat meg velja út mans og halda avstað eftir Dávidi í nátt! Táið eg soleiðis leggi á hann, meðan hann er troyttur og mótfallin, so fái eg loypt ræðslu á hann; og alt fólkið, ið við honum er, flýggjar tá, so eg fái dripið kong einsamallan. Síðani skal eg fáa alt fólkið aftur til tín; at øll koma aftur, stendur jú í tí, at tað gongur manninum, ið tú vilt hava fatur á, soleiðis; alt fólkið kann tá vera í friði.? Hesi ráð dámdi Absalom og øllum hinum elstu í Ísrael væl. Men Absalom segði: ?Rópið mær eisini Husai Arkit, so vit fáa at hoyra, hvat hann hevur at siga!? Táið nú Husai kom til Absalom, segði Absalom við hann: ?So og so hevur Akitofel sagt; skulu vit gera, sum hann mælir til? Um ikki, so sig, hvat tú heldur!? Husai svaraði Absalom: ?Hesa ferð eru ráðini ikki góð, ið Akitofel hevur lagt!? Framvegis segði Husai: ?Tú kennir faðir tín og menn hansara; tú veitst, at teir eru kappar; og teir eru grammir í huga sum bjørn á markini, ið ungarnir eru tiknir frá. Og faðir tín er sannur bardagamaður hann legst ikki til hvíldar um náttina við monnum sínum. Nú krógvar hann seg óivað í onkrum helli ella onkra aðrastaðni; falla nú alt fyri eitt nakrir av monnum tínum, so fer hvør tann, ið frættir hetta, at siga: ?Stórt mannafall hevur verið millum teirra, sum eru í parti við Absalom!? Og um tað so er djarvasti maður, hann, ið hevur hjarta sum leyvan, so missir hann tá mótið. Tí alt Ísrael veit, at faðir tín er hetja, og at teir eru raskir menn, ið við honum eru. Nei ráð míni eru: Lat alt Ísrael savnast um teg, úr Dan til Be'erseba, fjølmentar sum sand á sjóvarstrond og sjálvur mást tú fara við í bardagan! Táið vit so koma fram á hann onkustaðni har sum hann nú er at finna so skulu vit falla yvir hann, sum døggin fellur á jørðina, og ikki so mikið sum ein skal liva eftir av teimum, hvørki hann sjálvur ella nakar av monnunum, ið við honum eru. Leitar hann so inn í ein av býunum, so skal alt Ísrael leggja tog um tann bý, og vit skulu draga hann oman í dalin, so ikki so mikið sum steinur verður eftir av honum!? Tá segði Absalom og hvør maður í Ísrael: ?Ráð Husai Arkits eru betri enn ráð Akitofels!? Men tað var HARRIN, ið stýrdi tí so fyri at hini góðu ráð Akitofels skuldu koma upp í einki, so HARRIN fekk latið vanlukkuna komið yvir Absalom. Husai segði nú við prestarnar Zadok og Abjatar: ?Tey og tey ráð hevur Akitofel lagt Absalom og hinum elstu í Ísrael, og tey og tey ráð havi eg lagt. Sendið tí sum skjótast Dávidi boð um hetta og latið siga: ?Steðga ikki í nátt við vaðini í oyðimørkini, nei, far heldur yvirum, so ikki kongurin og alt fólkið, ið við honum er, verður týnt!?? Jónatan og Ahima'az stóðu við Rogelskeldu, og ein arbeiðskona plagdi at bera teimum tíðindi hagar; teir bóru síðani Dávidi kongi tíðindini; tí fara inn í býin og lata tey síggja seg har, tað tordu teir ikki. Men ein drongur fekk at síggja teir, og hann segði Absalom tað. Tá skundaðu teir sær avstað báðir, og teir fóru inn hjá einum manni í Bahurim. Hann hevði brunn í garðinum við húsini, og niður í brunnin fóru teir. Síðani tók kona hansara teppi, breiddi tað út yvir brunnin og stroyddi grýn á tað, so eingin skuldi verða varur við nakað. Táið so tænarar Absaloms komu inn í húsið til konuna og spurdu: ?Hvar eru Ahima'az og Jónatan?? svaraði konan: ?Teir fóru um løkin har!? Teir leitaðu nú eftir teimum, men funnu teir ikki, og fóru so aftur til Jerúsalem. Men við tað sama sum teir vóru farnir, komu hinir upp úr brunninum og fóru og bóru Dávidi kongi tíðindini og søgdu við hann: ?Gerið tykkum til reiðar og farið sum skjótast um ánna! Tí tey og tey ráð hevur Akitofel lagt móti tykkum.? Tá hildu tey avstað, bæði Dávid og alt fólkið, ið við honum var; tey fóru um Jordan; táið lýsti morgunin eftir, var ikki eitt, sum ikki var farið um Jordan. Men táið Akitofel sá, at ikki varð gjørt eftir ráðum hansara, saðlaði hann esil sítt, helt avstað, fór heim til bý sín, skipaði fyri húsi sínum og hongdi seg; og hann doyði og varð jarðaður í grøv faðirs síns. Dávid var longu komin til Mahanajim, táið Absalom við øllum monnum Ísraels fór um Jordan. Absalom hevði sett Amasa yvir herin í staðin fyri Jóab. Amasa var sonur ein mann, ið æt Jitra, ein Jizre'elit, sum var farin inn til Abigajil, dóttur Ísai, systur Zeruju, móður Jóab. Og Ísrael og Absalom reistu tjøldini í Gilead. Táið Dávid kom til Mahanajim, komu Sobi, sonur Nahas í Rabba í Ammon, Makir, sonur Ammiel í Lo-Debar, og Barzillai Gileaditur úr Rogelim teir komu við seingjum, føtum og leiríløtum; og hveiti, bygg, mjøl, bakað korn, bønur, linsur, hunang, róma, smáfæ og ostar av neytamjólk høvdu teir Dávidi og fólki hansara til føði, tí teir hugsaðu: ?Fólkið er vorðið svangt, pøst og tyst í oyðimørkini.? KAPITUL Dávid skipar lið sítt, Bardagin, Absalom doyr, Dávid fær boð um deyða hansara, Hann syrgir hann, Dávid kannaði nú fólkið, ið við honum var, og setti høvuðsmenn yvir teir, summar yvir og summar yvir Síðani læt Dávid fólkið halda avstað; ein triðingur var undir Jóab, ein triðingur undir Abisai, syni Zeruju, bróður Jóab, og ein triðingur undir Ittai Gatiti. Og kongurin segði við fólkið: ?Eg komi sjálvur við í bardagan!? Men teir svaraðu: ?Tú mást ikki koma við! Tí um vit halda undan, leggur eingin okkum til merkis, ja, um so helvtin av okkum fellur, leggur eingin okkum til merkis; men tú ert líka mikið sum av okkum; tað er tí best, at tú heldur teg til reiðar at koma okkum til hjálpar úr býnum.? Kongurin svaraði: ?Eg skal gera, sum tit halda vera beinast.? So fór kongurin og stóð øðrumegin portrið, meðan alt fólkið helt avstað í flokkum, og Men hetta boð gav kongurin Jóab, Abisai og Ittai: ?Farið nú við eirindum við hinum unga manninum við Absalom!? Alt fólkið hoyrdi, at kongurin gav øllum høvuðsmonnunum hetta boð viðvíkjandi Absalom. Síðani helt alt fólkið avstað í bardaga við Ísrael, og bardagin kom at standa í Efra'imsskógi. Har tapti herur Ísraels fyri monnum Dávids, og stórt mannafall varð tann dagin mans fullu. Bardagin breiddi seg út um alt landið har rundanum, og skógurin gjørdi henda dag enda á fleiri monnum, enn svørðið. Absalom kom beint ímóti nøkrum av monnum Dávids; hann reið á múldýri sínum, og múldýrið kom inn undir hinar tøttu greinar á eini stórari eik, so at høvd hansara kom fast í eikina, og hann varð hangandi millum himmal og jørð tí múldýrið, ið hann sat á, rann burt. Hetta fekk ein maður at síggja, og hann segði Jóab frá tí: ?Eg sá Absalom hanga í eikini har yviri!? Tá segði Jóab við mannin, ið bar honum hesi tíðindi: ?Táið tú sást tað, hví slóst tú hann tá ikki til jarðar við tað sama? So hevði eg skyldað at givið tær tíggju seklar av silvuri og belti!? Men maðurin svaraði Jóab: ?Um eg so fekk túsund seklar av silvuri vigaðar upp í hendurnar, so hevði eg ikki rætt út hondina móti syni kongs; vit hoyrdu jú allir, at kongur gav tær og Abisai og Ittai hetta boð: ?Verið varnir við hinum unga manninum, Absalom, hvørjir tit so eru!? Og hevði eg farið fram við svikum móti lívi hansara einki dylst jú fyri kongi, og mestur hevði tú hildið teg uttanfyri!? Tá segði Jóab: ?Eg kann ikki standa her hjá tær og spilla tíðina!? Og hann tók trý kastispjót í hondina og rendi tey í hjarta Absaloms, meðan hann enn hekk og livdi millum greinarnar á eikini. Síðani stigu tíggju ungir menn fram vápnasveinar Jóabs og góvu Absalom deyðasting. Nú læt Jóab blása í hornið, og fólkið gavst at jagstra Ísrael; tí Jóab helt fólkinum aftur. So tóku teir Absalom, kastaðu hann í eina stóra grøv í skóginum og laðaðu stóra grótrúgvu yvir honum. Men alt Ísrael flýddi, hvør heim til sín. Absalom hevði, meðan hann livdi, latið reisa sær merkissteinin, ið stendur í Kongsdali; tí hann segði: ?Eg eigi ongan son, ið kann halda uppi minninum um navn mítt.? Hann hevði givið merkissteininum navn eftir sær sjálvum, og hann verður enn í dag róptur Absalomsvarði. Ahima'az, sonur Zadok, segði nú við Jóab: ?Loyv mær at leypa avstað til kong við gleðiboðunum, at HARRIN hevur dømt hann frían av hondum fígginda hansara!? Men Jóab svaraði honum: ?Ikki verður tú í dag maður við gleðiboðum! Tú kanst koma við gleðiboðum ein annan dag, men í dag hevði tú ongum gleðiboðum komið við, við tað at sonur kong er deyður.? So segði Jóab við Etioparan: ?Far og sig kongi tað, ið tú hevur sæð!? Etioparin kastaði seg til jarðar fyri Jóab og leyp avstað. Men Ahima'az, sonur Zadok, tók uppaftur til orða og segði við Jóab: ?Gangi, sum tað vil! Loyv mær við at leypa avstað aftan á Etioparanum!? Jóab segði: ?Hví vilt tú endiliga tað, sonur mín? Tú hevur jú eingi gleðiboð, sum tú kundi fingið løn fyri.? Hann svaraði: ?Gangi, sum tað vil! Eg leypi avstað!? Tá segði hann við hann: ?So leyp, meðni!? Og Ahima'az leyp avstað vegin um Jordanslættan og rann fram um Etioparan. Dávid sat júst millum bæði portrini. Og vaktarin fór upp á takið yvir portrinum, yvir á múrin, og hugdi út. Tá sá hann mann, ið kom rennandi einsamallur. Vaktarin rópti og segði konginum frá tí. Tá segði kongurin: ?Er hann einsamallur, so eru gleðiboð í munni hansara!? Og hann nærkaðist í hvørjum. Tá sá vaktarin annan mann koma rennandi, og vaktarin rópti niður í portrið: ?Nú kemur aftur maður rennandi einsamallur!? Kongurin segði: ?Eisini hann kemur við gleðiboðum!? Vaktarin segði: ?Hin fyrri rennur so, at tað kundi verið Ahima'az, sonur Zadok.? Tá segði kongurin: ?Tað er góður maður; hann kemur við góðum boðum!? Ahima'az rópti til kongin: ?Friður!? Og hann kastaði seg á andlitið til jarðar fyri konginum og segði: ?Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevur givið í hendur tínar menninar, sum lyftu hondini móti harra mínum konginum!? Kongurin spurdi: ?Veit hinum unga manninum Absalom væl við?? Ahima'az svaraði: ?Har var slík mannatrongd, táið Jóab sendi hin tænara kongsins og meg, tænara tín, avstað; men eg veit ikki, hvat ið áfatt var.? Kongurin segði: ?Far burturfrá og statt har!? Og hann fór burturfrá og varð standandi. Í tí sama kom Etioparin, og hann segði: ?Boð eru til harra mín kongin: HARRIN hevur í dag dømt teg frían av hondum alra teirra manna, ið hava reist seg móti tær!? Kongurin spurdi Etioparan: ?Veit hinum unga manninum Absalom væl við?? Etioparin svaraði: ?Gangist øllum óvinum harra míns kongsins og øllum, ið reisa seg móti tær og ætla at gera tær ilt, sum hinum unga manni gekst!? Tá varð kongurin ógvuliga illa við. Hann fór upp í stovuna á takinum yvir portrinum og græt; og sum hann gekk, segði hann so: ?Sonur mín Absalom! Sonur mín, sonur mín Absalom! Á, hevði eg verið deyður í staðin fyri teg! Absalom, sonur mín, sonur mín!? KAPITUL Jóab setur at Dávidi, Dávid verður biðin at koma aftur, Sime'i verður náðaður, Mefiboset verjir seg, Barzillai og Dávid, Split millum Ísrael og Juda, Jóab fekk nú boð um, at kongurin græt og syrgdi um Absalom. Og sigurin varð henda dag øllum fólkinum til sorg, við tað at fólkið henda dag fekk at hoyra, at kongurin syrgdi son sín. Fólkið smoygdi sær inn í býin henda dag, eins og teir plaga at gera av skomm, táið teir hava flýtt í bardaga. Men kongurin hevði fjalt andlit sítt og rópti hart: ?Sonur mín Absalom! Absalom, sonur mín, sonur mín!? Tá fór Jóab inn í húsið til kongin og segði: ?Tú gert í dag øllum monnum tínum fyri skommum, teimum, sum í dag hava bjargað lívi tínum og lívi sona og døtra tína, kona og hjákona tína! Tú elskar jú teir, ið hata teg, og hatar teir, ið elska teg! Tú hevur í dag víst, at hvørki høvuðsmenn ella tænarar eru tær nakað! Ja, nú dugi eg at síggja, at hevði Absalom livað í dag, og vit, allir hinir, verið deyðir, tá hevði tú hildið vitað væl við! Reis teg nú og far út og tala blídliga við menn tínar! Tí eg svørji um HARRAN, at fert tú ikki út, so verður ikki ein maður hjá tær náttina at enda, og tað verður tær verri enn alt tað illa, ið komið er á teg, frá tí tú vart ungur og líka til nú!? Tá reistist kongurin og fór og setti seg í portrið; og táið alt fólkið fekk at vita, at kongurin sat í portrinum, komu teir allir fram fyri kongin. Men Ísrael var flýtt, hvør maður heim til sín sjálvs. Nú fór alt fólkið í øllum ættum Ísraels at brigslast, og teir søgdu hvør við annan: ?Kongur hevur frelst okkum av hondum fígginda okkara, hann hevur bjargað okkum undan Filistarum og nú er hann flýddur av landinum undan Absalom! Og Absalom, sum vit høvdu salvað til kong yvir okkum, hann er fallin í bardaganum. Hví tala tit tá ikki orð um at fáa kong aftur?? Hetta, ið allir Ísraelsmenn tosaðu, fekk Dávid kongur at frætta; tá sendi hann boð til prestarnar Zadok og Abjatar og læt siga: ?Tosið við hinar elstu í Juda og sigið: ?Hví eru tit seinastir at fáa kong aftur til hús hansara? Tit eru brøður mínir, tit eru mítt egna hold og bein hví eru tit tá seinastir at fáa kong aftur?? Og við Amasa skulu tit siga: ?Ert tú ikki mítt egna hold og bein! Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um ikki tú skalt allar dagar vera herhøvdingi hjá mær í staðin fyri Jóab!?? Soleiðis boygdi hann hjartað í øllum Judamonnum til sín og vann teir fyri seg, allar sum ein; og teir sendu konginum hesi boð: ?Kom aftur, tú og allir menn tínir!? So fór kongurin avstað heimaftur og kom at Jordan; tá vóru allir Judamenn komnir til Gilgal ímóti konginum at føra hann um Jordan. Sime'i Benjaminitur, sonur Gera, úr Bahurim, skundaði sær og fór hagar við Judamonnum ímóti Dávidi kongi; og mans av Benjamin vóru við honum, somuleiðis Ziba, sum hevði verið tænari hjá húsi Sauls, og hinir fimtan synir og tjúgu tænarar hansara; teir skundaðu sær um Jordan undan konginum. Og flutningsbáturin fór um ánna at føra kongsfólkið yvirum og vera honum til tænastu í allar mátar. Men táið kongurin skuldi fara um Jordan, fall Sime'i sonur Gera, niður fyri honum og segði við kongin: ?Harri, tilrokna mær ikki misbrot mítt og hugsa ikki longur um, hvussu illa tænari tín gjørdi, hin dagin harri mín kongurin fór úr Jerúsalem! Kongurin má ikki leggja sær tað á hjarta; tí tænari tín veit, at eg havi syndað; men tú sært, eg eri í dag hin fyrsti av øllum húsi Jósefs, sum er komin higar ímóti harra mínum konginum!? Tá tók Abisai, sonur Zeruju, til orða og segði: ?Skal Sime'i ikki lata lív, hann, sum hevur bannað salvaða HARRANS!? Men Dávid svaraði: ?Hvat havi eg við tykkum at gera, tit synir Zeruju, at tit í dag skulu verða mótstøðumenn mínir! Skuldi nakar maður í Ísrael latið lív í dag! Veit eg ikki, at eg í dag eri vorðin kongur yvir Ísrael!? So segði kongurin við Sime'i: ?Tú skalt ikki doyggja!? Og kongurin gjørdi honum eið uppá tað. Eisini Mefiboset, sonur Saul, var komin hagar ímóti konginum. Hann hevði ikki vaskað sær um føturnar, ikki greitt skeggið og ikki vaskað klæði síni, frá tí degi kongurin fór avstað, og líka til tann dag hann kom aftur við friði. Táið nú alt Jerúsalem kom ímóti konginum, segði kongurin við hann: ?Hví komst tú ikki við mær, Mefiboset?? Hann svaraði: ?Harri kongurin! Tænari mín sveik meg. Tí tænari tín segði: ?Eg vil hava esil mítt saðlað, so eg fái riðið á tí og farið við kongi!? Tænari tín er jú lamin. Men í tann stað leyg hann uppá tænara tín fyri harra mínum konginum. Men harri mín kongurin er sum eingil Guds; ger tí, sum tær tykir best! Tí alt fedrahús mítt hevði einki annað enn deyðan at vænta sær frá harra mínum konginum, og tó lætst tú tænara tín fáa pláss millum teirra, ið eta við borð títt; hvønn rætt havi eg tá at krevja meir, og hvat meir havi eg at rópa til kongin um!? Tá segði kongurin við hann: ?Hví heldur tú á at tosa um hetta? Eg sigi: Tú og Ziba skulu býta jørðina!? Mefiboset svaraði konginum: ?Hann má gjarna fáa alt, nú ið harri mín kongurin er komin heimaftur í friði.? Eisini Barzillai Gileaditur var komin úr Rogelim og fór við konginum at fylgja honum at Jordan. Barzillai var ógvuliga gamal, ár; hann hevði sæð konginum til góða við mati og drekka, meðan hann var í Mahanajim; tí hann var ógvuliga ríkur maður. Kongurin segði nú við Barzillai: ?Kom við mær! So skal eg lata teg fáa alt, ið tær tørvar, heima hjá mær í Jerúsalem.? Men Barzillai svaraði konginum: ?Hvussu leingi kann eg hava eftir at liva enn at eg skuldi komið við konginum til Jerúsalem! Eg eri nú ár; dugi eg longur at skyna á góðum og illum, smakkar tænari tín, hvat eg eti og drekki, og dugi eg longur at lurta eftir sangarum og sangarinnum! Hví skuldi tænari tín tá longur verið harra mínum konginum til byrði! Bert eina stutta tíð kundi tænari tín komið um Jordan við konginum, men hví skuldi kongurin víst mær slíka vælgerð! Nei, lat tænara tín venda aftur, so eg fái doyð í mínum egna býi, har sum grøv pápa og mammu er! Men her er tænari tín Kimham; lat hann fara við harra mínum konginum, og ger við hann, sum tær tykir best!? Tá segði kongurin: ?Kimham skal koma við mær, og eg skal gera við hann, sum tær tykir best og alt, ið tú ynskir tær, skal eg gera fyri teg.? So fór alt fólkið um Jordan, og kongurin fór yvirum; kongurin kysti Barzillai, og Barzillai signaði hann og fór síðani heimaftur til sín sjálvs. Kongurin fór yvir til Gilgal, og Kimham fór við honum, somuleiðis alt Judafólk; saman við helvtini av Ísraelsfólki førdu teir kongin yvir hagar. Men nú komu allir Ísraelsmenn til kongin og søgdu við hann: ?Hvussu ber tað til, at brøður okkara, Judamenn, hava stolið teg burtur og ført kongin og hús hansara og allar menn Dávids við honum um Jordan?? Tá tóku allir Judamenn til orða og søgdu við Ísraelsmenn: ?Kongur stendur jú okkum næstur! Og hví eru tit illir um hetta? Hava vit etið kong upp, ella hava vit havt nakran vinning av honum!? Men Ísraelsmenn svaraðu Judamonnum soleiðis: ?Tíggju ferðir so stóran part sum tit hava vit í honum, sum kongur er, og tí í Dávidi við! Hví hava tit tá vanvirt okkum? Og vóru tað ikki vit, ið fyrstir tosaðu um at fáa kong okkara aftur!? Men tað, ið Judamenn svaraðu, var enn harðari enn tað, ið Ísraelsmenn høvdu sagt. KAPITUL Seba ger uppreistur, Embætismenn Dávids, Nú bar so á, at har var ein illviljaður maður, ið æt Seba, sonur Bikri, ein Benjaminitur. Hann blásti í hornið og segði: ?Vit hava ongan part í Dávidi og ongan lut í syni Ísai! Hvør maður til tjøld síni, Ísrael!? Tá rýmdi hvør Ísraelsmaður frá Dávidi, og teir fóru í part við Seba, son Bikri; men Judamenn hildu seg til kong sín og fylgdu við honum frá Jordan líka til Jerúsalem. Táið Dávid var komin heimaftur til Jerúsalem, tók kongurin hinar tíggju hjákonurnar, ið hann hevði latið verið eftir at varðveita húsið, og læt tær búgva í húsi fyri seg sjálvar undir vakt; hann læt tær fáa tað, ið teimum tørvaði, men hann helt seg ikki til teirra. Har sótu tær nú innistongdar og livdu sum einkjur til deyðadag sín. Síðani segði kongurin við Amasa: ?Stevn mær saman Judamonnum, áðrenn tríggir dagar eru gingnir, og ver tá sjálvur her!? Amasa fór tá avstað at stevna saman Judamonnum; men hann drálaði út um tíðina, ið ásett var. Tá segði Dávid við Abisai: ?Nú koma vit í størri vanda av Seba, syni Bikri, enn av Absalom! Tak tú menn harra tíns og halt eftir honum! Bert hann ikki longu hevur funnið sær víggirdar staðir og er sloppin undan okkum!? So hildu teir avstað við honum, menn Jóabs, lívvaktin og alt hitt raskasta herfólkið; teir fóru avstað úr Jerúsalem og hildu eftir Seba, syni Bikri. Táið teir vóru komnir at hinum stóra steininum við Gibeon, kom Amasa ímóti teimum. Jóab var í kappanum, sum hann var vanur at ganga í, og uttan á hann hevði hann bundið svørð slíðrarnir vóru bundnir við lendar hansara; og táið hann steig fram, leyp tað úr slíðrunum. Jóab segði nú við Amasa: ?Veit tær væl við, bróðir?? Og Jóab treiv við høgru hond í skegg Amasa at kyssa hann. Men Amasa varðaði seg ikki fyri svørðinum, ið Jóab hevði í hini hondini; Jóab rendi tað í búk hansara, so innvølurin kom út úr honum; hann stakk hann bert hesa einu ferðina, so var hann deyður. Síðani hildu Jóab og bróðir hansara, Abisai, eftir Seba, syni Bikri. Men ein av monnum Jóabs varð standandi hjá Amasa og rópti: ?Tann, ið heldur við Jóab og er í parti við Dávidi, hann fylgi Jóab eftir!? Men Amasa lá mitt á vegnum og veltist í blóði sínum, og táið maðurin sá, at alt fólkið steðgaði har, beindi hann Amasa burt av vegnum inn á markina og kastaði kappa yvir hann við tað at hann sá, at allir, ið komu fram á hann, steðgaðu. Við tað sama sum hann var fingin burt av vegnum, fylgdi hvør maður Jóab eftir, til at fáa Seba, son Bikri, aftur. Seba fór nú gjøgnum allar ættir Ísraels líka til Abel-Bet-Ma'aka, og allir Bikritar savnaðust og fylgdu honum. Men hinir komu og kringsettu hann í Abel-Bet-Ma'aka og reistu virkisvegg rundan um býin, inn móti hinum ytra múrinum. Og alt fólkið, ið við Jóab var, arbeiddi uppá at bróta múrin og fáa hann at falla. Tá rópti ein vitig kona úr býnum: ?Hoyrið, hoyrið! Sigið við Jóab, at hann skal koma higar, eg vil tosa við hann!? Táið hann kom yvir til hennara, spurdi kvinnan: ?Ert tú Jóab?? Hann svaraði: ?Ja!? Tá segði hon við hann: ?Hoyr tað, ið tænastukvinna tín sigur!? Hann svaraði: ?Eg hoyri!? Hon segði: ?Fyrr í tíðini plagdu tey at siga so: ?Í Abel skal ein spyrja eftir ráðum!? Og tá útintu tey tað. Eg eri ein av hinum friðarligu og trúføstu í Ísrael; og tú roynir at oyða ein bý, eina móður í Ísrael! Hví ætlar tú at týna arvaluti HARRANS?? Tá svaraði Jóab: ?Tað er minni, minni enn so, at eg vil oyða og týna! Tað er ikki so at skilja nei, men ein maður úr Efra'imsfjøllum, sum eitur Seba, sonur Bikri, hevur reist seg móti kongi, móti Dávidi; latið meg bert fáa hann, so skal eg fara frá aftur býnum!? Kvinnan segði við Jóab: ?Høvd hansara skal verða kastað tær út um múrin.? So fór kvinnan til alt fólkið við vitiga ráði sínum, og teir høgdu høvdið av Seba, syni Bikri, og kastaðu tað út til Jóab. Tá blásti hann í hornið, og teir fóru frá aftur býnum og spjaddu seg, hvør maður heim til sín sjálvs. Og Jóab fór aftur til Jerúsalem, til kongin. Jóab var høvdingi yvir øllum heri Ísraels, og Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini; Adoram var yvir teimum, ið gjørdu pliktarbeiði; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari; Seja var ríkisskrivari, og Zadok og Abjatar vóru prestar. Ira Ja'iritur var eisini prestur hjá Dávidi. KAPITUL Gibeonitar drepa sjey eftirkomarar Sauls, Rizpa, Nøkur manndómsbrøgd, Á døgum Dávids var einaferð hungursneyð, ið vardi trý ár hvørt eftir annað. Dávid søkti tá ásjón HARRANS, og HARRIN svaraði: ?Tað er, tí blóðskyld hvílir á Saul og húsi hansara, aftur fyri at hann drap Gibeonitar.? Kongurin sendi tá boð eftir Gibeonitum og tosaði við teir. Gibeonitar hoyrdu ikki uppí Ísraelsmenn, men vóru av Amoritunum, ið eftir vóru í landinum, og Ísraelsmenn høvdu svorið teimum eið; men Saul royndi í íðinskapi sínum fyri Ísraelsmonnum og Juda at drepa teir. Dávid segði nú við Gibeonitar: ?Hvat skal eg gera fyri tykkum, og við hvørjum skal eg gera bót, so tit signa arvalut HARRANS?? Gibeonitar svaraðu: ?Vit krevja hvørki silvur ella gull frá Saul ella húsi hansara, og vit hava ongan mann rætt at drepa í Ísrael.? Hann segði tá: ?Tað, ið tit krevja, skal eg gera fyri tykkum.? So søgdu teir við kongin: ?Tann maður, ið oyddi okkum, og sum hevði í huga at týna okkum, so ikki ein okkara skuldi vera eftir í øllum Ísraelslandi lat okkum av eftirkomarum hansara fáa sjey menn, so skulu vit heingja teir upp fyri HARRANUM í Gibea, har sum Saul, hin útvaldi HARRANS, átti heima!? Kongurin svaraði: ?Eg skal lata tykkum fáa teir.? Men kongurin spardi Mefiboset, son Jónatan, son Saul, við tað at teir Dávid og Jónatan, sonur Saul høvdu svorið hvør øðrum eið um HARRAN. Men báðar synirnar, ið Rizpa, dóttir Aja, hevði fingið við Saul Armoni og Mefiboset og hinar fimm synirnar, ið Mikal,* dóttir Saul, hevði fingið við Adriel, syni Barzillai úr Mehola, teir tók kongurin og gav teir í hendur Gibeonita; og teir hongdu teir á fjallinum fyri ásjón HARRANS; teir doyðu allir í senn. Tað var teir fyrstu dagarnar av heystinum, táið byggheystið byrjaði, ið teir vórðu dripnir. Men Rizpa, dóttir Aja, tók sorgarbúna sín, breiddi hann út á klettinum og sat har, frá tí heystið byrjaði, inntil vatn streymaði niður á teir av himli; hon læt ikki fuglar himmalsins sleppa at skjóta seg niður á teir um dagin, ei heldur hini villu dýrini á markini sleppa at leggjast á teir um náttina. Táið Dávid fekk at vita, hvat Rizpa, hjákona Saul, dóttir Aja, hevði gjørt, fór hann til menninar í Jabes í Gilead eftir beinum Sauls og Jónatans, sonar hansara teir høvdu loyniliga tikið tey av torginum í Bet-San, har sum Filistarar høvdu hongt teir upp, tann dagin teir feldu Saul á Gilboa. Táið hann nú hevði verið har eftir beinum Sauls og Jónatans, sonar hansara, savnaðu teir eisini saman bein teirra, ið hongdir vóru, og teir jarðaðu bein Sauls og Jónatans, sonar hansara, í Zela í Benjaminslandi, í grøv Kiss, faðirs hansara. Alt tað, ið kongurin hevði givið boð um, gjørdu teir. Og síðani vísti Gud landinum náði. Uppaftur varð ófriður millum Filistarar og Ísrael, og Dávid fór avstað við monnum sínum og kom í bardaga við Filistarar. Men Dávid gjørdist móður, og Jisbo-Benob, sum var av rafaættini hann hevði spjót, ið vigaði seklar av kopari og hann var gyrdur við nýggjum svørði ætlaði at drepa Dávid. Men Abisai, sonur Zeruju, kom honum til hjálpar og høgdi niður Filistaran og drap hann. Tá svóru menn Dávids og søgdu við hann: ?Tú mást ikki koma í hernað við okkum uppaftur, tí so sløkkir tú ljós Ísraels!? Seinni stóð uppaftur við Gob ein bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Saf, sum var av rafaættini. Enn eina ferð var við Gob bardagi við Filistarar; Elhanan Betlehemitur, sonur Ja'are-Orgim, feldi tá Goliat Gatit, ið hevði spjótskaft líkt vevbummi. Uppaftur var ein bardagi við Gat. Har var risavaksin maður, ið hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti tilsamans eisini hann var av rafaættini. Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Simea, bróður Dávid, høgdi hann niður. Hesir fýra vóru av rafaættini í Gat; teir fullu fyri Dávidi og monnum hansara. KAPITUL Lovsongur Dávids. Dávid sang HARRANUM henda song, tann dag ið HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls. Hann sang: ?HARRIN er klettur mín, borg mín, hjálparmaður mín, Gud mín, fjall mítt, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, vernd mín, lívd mín, frelsari mín frá yvirgangi frelsir Tú meg! Eg ákalli HARRAN, hin hálovaða, og verði frelstur frá fíggindum mínum! Brot deyðans vóru rundan um meg, streymar oyðingarinnar ræddu meg, tog deyðaríkisins vóru rubbað um meg, í snerrum deyðans varð eg fastur. Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt kom fyri oyru Hansara. Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir himmalsins ristust, teir skakaðust tí vreiði Hansara tendraðist. Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum. Hann lækkaði Himmalin og kom niður, myrkur var undir fótum Hansara; borin av kerúbum fleyg Hann, læt Seg síggja á veingjum vindsins; myrkur setti Hann rundan um Seg sum bústað, myrk vøtn, tjúkk skýggj. Úr ljómanum fyri andliti Hansara brendu eldsgløður. HARRIN tornaði av himli, hin Hægsti læt rødd Sína ljóða. Hann skeyt pílar og spjaddi teir,* snarljós og loypti ræðslu á teir. Tá kom botnur havsins undan, grundvøllir jarðarinnar lógu berir fyri hóttan HARRANS, fyri vreiðiblástri Hansara. Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum, bjargaði mær undan sterka fígginda mínum, undan teimum, ið hataðu meg teir vóru mær ov sterkir. Teir lupu á meg vanlukkudag mín, men HARRIN styðjaði meg. Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín. HARRIN gjørdi við meg eftir rættvísi míni, Hann lønti mær, aftur fyri at hendur mínar vóru reinar. Tí eg helt meg til vegir HARRANS og fall ikki í óndskapi frá Gudi mínum; øll boð Hansara hevði eg fyri eyga, frá lóg Hansara veik eg ikki; ólastandi var eg fyri Honum og varðaði meg væl fyri synd míni. Og HARRIN lønti mær eftir rættvísi míni; Hann hevði fyri eyga, at eg var reinur. Tú vísir Teg góðan móti hinum góða, rættsintan móti hinum rættvísa kappanum; Tú vísir Teg reinan móti hinum reina og rangvørgan móti hinum rangvørga. Tú veitir hinum ørmu frelsu; men eygu Tíni eru móti hinum hástóru; tey eyðmýkir Tú! ja, Tú ert ljós mítt, HARRI, og HARRIN ger myrkur mítt ljóst! Tí við Tær haldi eg á fíggindaskarar, við Gudi mínum leypi eg um múrar. Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum ein skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum. Ja, hvør er Gud uttan HARRIN, hvør er klettur uttan Gud okkara! Gud, Hann er sterka vernd mín, Hann leiðir hin ólastandi á vegi hansara; Hann gevur honum føtur sum hindanna og letur meg standa á hæddum mínum; Hann venur hendur mínar til hernað, so armar mínir spenna koparbogan! Tú gevur mær frelsu Tína til skjøld, lítillæti Títt ger meg stóran. Tú gert tað rúmt hjá mær at stíga, øklar mínir riða ikki. Eg skal leggja eftir fíggindum mínum og týna teir, eg vendi ikki við aftur, fyrrenn eg havi gjørt enda á teimum. Eg geri enda á teimum og slái teir niður, so teir fáa ikki reist seg, men liggja falnir undir fótum mínum. Tú gyrðir meg við styrki til bardaga, boyggir mótstøðumenn mínar undir meg. Tú letur fíggindar mínar flýggja fyri mær; eg oyði teir, ið hata meg. Teir hyggja rundan um seg, men eingin hjálpir eftir HARRANUM, men Hann svarar teimum ikki. Eg mylji teir sundur sum dustið á jørðini, eg sori teir sundur, traðki teir niður sum skarn á vegnum. Tú frelsir meg frá ófriði fólks míns, varðar meg til at vera høvd heidninganna; fólkasløg, sum eg kenni ikki, tæna mær. Fremmand krúpa fyri mær; bert tey frætta um meg, verða tey mær lýðin; fremmand følna burtur og fara skelvandi út úr borgum sínum. HARRIN livir, hálovaður er klettur mín, høgt situr Gud, frelsuklettur mín, tann Gud, sum gevur mær hevnd og leggur fólkasløg undir meg, leiðir meg út frá fíggindum mínum! Tú lyftir meg høgt yvir teir, sum standa mær ímóti, bjargar mær undan yvirgangskroppum. Tí prísi eg Tær millum fólkasløg, HARRI, og lovsyngi navni Tínum, Tú, sum gevur kongi Tínum stóran sigur og vísir hinum salvaða Tínum náði, Dávidi og ætt hansara, í allar ævir!? KAPITUL Síðstu orð Dávids, Kappar Dávids, Hetta eru síðstu orð Dávids: ?So sigur Dávid, sonur Ísai, so sigur maðurin, ið høgt var settur, hin salvaði Jákups Guds og yndisligi sangari Ísraels: ?Andi HARRANS talar í mær, orð Hansara eru á tungu míni. Gud Ísraels hevur talað, við meg hevur klettur Ísraels sagt: ?Høvdingi skal vera yvir menniskjum, rættvísur, høvdingi í gudsótta; Hann skal vera líkur morgunljósinum, táið sólin kemur undan, morgni uttan skýggj, táið við sólskini og regni grasið sprettur upp av jørðini.? Tí hevur ikki hús mítt tað so við Gud! Ævigan sáttmála hevur Hann jú gjørt við meg, fullgóðan og væl tryggjaðan alla frelsu mína og alt tað, ið Honum líkar, skuldi Hann ikki givið tí vøkst! Men hini óndu, tey eru øll somul lík tornum, ið verða ruddaðir burt, og sum fólk ikki nemur við hondini nei, kemur onkur teimum nær, so vápnar hann seg við jarni og spjótskafti, og í eldi verða teir brendir upp, har sum teir standa.?? Hetta eru nøvnini á køppum Dávids: Joseb-Bassebet Takmonitur, hin fremsti av køppunum; hann reiggjaði spjót sítt yvir falnum í senn. Honum næstur var Eleazar Ahohitur, sonur Dodo; hann var ein av hinum trimum køppunum, ið vóru við Dávidi, táið teir háðaðu Filistarar, sum vóru samankomnir har til bardaga; táið tá menn Ísraels hildu undan, dvíndi hann ikki, men høgdi niður millum Filistarar, inntil hann var so móður í hondini, at hann fekk ikki slept svørðinum. Tann dag gav HARRIN teimum stóran sigur, og táið fólkið vendi við og fylgdi eftir honum, høvdu teir einki annað at gera enn at ræna hinar falnu. Honum næstur var Samma Hararitur, sonur Age; Filistarar høvdu einaferð savnað seg, ein heilur flokkur, og har var ein akur, sum linsur vuksu á, øllum sum hann var. Táið nú fólkið flýddi fyri Filistarum, tók hann støðu mitt í akrinum og vardi hann og høgdi niður Filistarar og HARRIN veitti teimum stóran sigur. Einaferð táið leið móti heysti, fóru tríggir av hinum tríati høvdingunum avstað og komu til Dávid í hellið við Adullam. Filistaraflokkurin hevði støðu í Refa'imsdali. Dávid sjálvur var tá í borgini, og oddaflokkur Filistara var í Betlehem. Nú kom slíkur tosti á Dávid, at hann segði: ?Hvør fær mær vatn at drekka úr brunninum, sum er við portrið í Betlehem?? Tá brutu teir tríggir kapparnir seg gjøgnum tilhald Filistara, oystu vatn úr brunninum við portrið í Betlehem, tóku tað við sær og komu til Dávid við tí; men hann vildi ikki drekka tað, hann helti tað út fyri HARRANUM við hesum orðum: ?Tað er minni enn so, at eg geri hetta, HARRI! Skuldi eg drukkið blóð teirra manna, ið settu lív sítt í váða og fóru avstað!? Og hann vildi ikki drekka tað. Slíkt gjørdu hinir tríggir kapparnir. Abisai, bróðir Jóab, sonur Zeruju, var høvuðsmaður fyri trimum. Hann reiggjaði spjót sítt yvir falnum, og hann var navnframur millum hinar tríggjar. Víst var hann ærdur fram um hinar tríati og varð høvdingi teirra; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki. Benaja, sonur Jójada, úr Kabze'el, var reystmenni, ið hevði útint stór manndómsverk; hann feldi báðar leyvukapparnar í Móab. Ein dagin tað hevði kavað, fór hann niður og drap eina leyvu í einum brunni. Eisini drap hann ein Egypta, risavaksnan mann; Egyptin hevði spjót í hondini; men hann fór við stavi sínum ímóti honum, rykti spjótið úr hond Egyptans og drap hann við hansara egna spjóti. Slíkt gjørdi Benaja, sonur Jójada; hann var navnframur millum hinar tríggjar kapparnar. Fram um hinar tríati var hann ærdur; men upp til hinar tríggjar náddi hann ikki; Dávid setti hann yvir lívvakt sína. Asael, bróðir Jóab, var millum hinar tríati, somuleiðis Elhanan, sonur Dodo, úr Betlehem; Samma Haroditur; Elika Haroditur; Helez Paltitur; Ira Teko'itur, sonur Ikkes; Abiezer Anatotitur; Mebunnai Husatitur; Zalmon Ahohitur; Maharai Netofatitur; Heleb Netofatitur, sonur Ba'ana; Ittai, sonur Ribai, úr Gibea í ætt Benjamins; Benaja Piratonitur; Hiddai úr Ga'asdølum; Abi-Albon Arbatitur; Azmavet Barhumitur; Eljaba Sa'albonitur; Bene-Jasen; Jónatan; Samma Hararitur; Ahiam Araritur, sonur Sarar; Elifelet, sonur Ahazbai, son Ma'akatitin; Eliam Gilonitur, sonur Akitofel; Hezro Karmelitur; Pa'arai Arbitur; Jigal, sonur Natan, úr Zoba; Bani Gaditur; Zelek Ammonitur; Naharai Be'erotitur, vápnasveinur Jóabs, sonar Zeruju; Ira Jitritur; Gareb Jitritur; Uria Hetitur tilsamans KAPITUL Fólkateljingin og pesturin. Men vreiði HARRANS tendraðist aftur* móti Ísrael, og Hann eggjaði Dávid upp móti teimum og segði: ?Far og tel Ísrael og Juda!? Kongurin segði tá við Jóab, herhøvdinga sín, sum hjá honum var: ?Far um í øllum ættum Ísraels, úr Dan líka til Be'erseba, og tel fólkið, so eg kann fáa talið á tí at vita!? Jóab svaraði konginum: ?HARRIN Gud tín leggi hundrað ferðir so mong aftrat hesum fólki, sum tey eru nú, og tað, so harri mín kongurin sjálvur fær tað at síggja! Men hví hevur harri mín kongurin fingið hug til slíkt?? Men Jóab og herhøvdingarnir vórðu noyddir at lúta fyri boði kongsins. Jóab og herhøvdingarnir fóru so út í ørindum kongsins at taka manntal í Ísrael. Teir fóru um Jordan og byrjaðu við Aroer, høgrumegin býin, ið er mitt í Gadsdali, og yvir ímóti Jazer. So komu teir til Gilead og til Hetitaland, yvir ímóti Kadez, síðani til Dan-Ja'an og so rundanum, yvir ímóti Zidon. So komu teir til borgina í Týrus og til allar Hevita- og Kána'anitabýirnar, og seinast fóru teir til Suðurlandið í Juda, til Be'erseba. Soleiðis ferðaðust teir um alt landið og komu níggju mánaðir og tjúgu dagar eftir aftur til Jerúsalem. Jóab segði so konginum talið, ið teir høvdu fingið við fólkateljingina: Í Ísrael vóru raskir, vápnaførir menn, og Judamenn vóru Men samvitskan sló Dávid, eftir at hann hevði talt fólkið, og Dávid segði við HARRAN: ?Eg havi syndað stórliga við hesum, ið eg havi gjørt! Men fyrigev nú, HARRI, misbrot tænara Tíns, tí eg havi borið meg at sum stórur dári!? Táið Dávid kom upp um morgunin, var orð HARRANS komið soleiðis til Gad profet, síggjara Dávids: ?Far og sig við Dávid: ?So sigur HARRIN: Tríggjar lutir leggi Eg fyri teg; vel ein teirra, so skal Eg gera so við teg!?? Gad kom nú til Dávid, kunngjørdi honum hetta og segði við hann: ?Vilt tú, at hungursneyð skal vera í landi tínum trý ár? Ella at tú skalt koma at flýggja undan fíggindum tínum tríggjar mánaðir, meðan teir elta teg? Ella at pestur skal vera í landi tínum tríggjar dagar? Hugsa teg nú um og ger av, hvat eg skal svara Honum, ið hevur sent meg!? Dávid svaraði Gad: ?Eg eri í stórari neyð lat okkum so falla í hond HARRANS, tí miskunn Hansara er stór! Í menniskjahendur vil eg treyðugt falla.? HARRIN læt so pest koma í Ísrael, frá morgni til ta ásettu tíðina; og av fólkinum doyðu úr Dan til Be'erseba mans. Og eingilin rætti út hondina ímóti Jerúsalem at oyða tað; tá angraði HARRIN tað illa, og Hann segði við eingilin, ið forkom fólkinum: ?Nú er nóg mikið! Tak nú hond tína aftur!? Eingil HARRANS var tá við treskipláss Aravna Jebusits. Táið Dávid sá eingilin, ið drap fólkið, segði hann við HARRAN: ?Tað eri eg, sum havi syndað, tað eri eg, sum havi borið meg illa at men seyðurin har, hvat hevur hann gjørt! Lat hond Tína koma yvir meg og fedrahús mítt!? Sama dag kom Gad til Dávid og segði við hann: ?Far og reis HARRANUM altar á treskiplássi Aravna Jebusits!? Dávid fór nú hagar eftir orði Gads soleiðis sum HARRIN hevði givið boð um. Táið Aravna hugdi út, fekk hann eyga á kongin og tænarar hansara, sum komu yvir til hansara; tá fór Aravna út og kastaði seg niður fyri konginum við andlitinum til jarðar. Og Aravna segði: ?Hví kemur harri mín kongurin til tænara sín?? Dávid svaraði: ?Til at keypa treskiplássið frá tær og reisa HARRANUM altar har, so plágan kann steðga og vikja frá fólkinum.? Tá segði Aravna við Dávid: ?Harri mín kongurin kann taka og ofra tað, ið honum tykir best! Hygg, her eru neytini til brennioffur og treskisleðurnar og okini, ið á teimum eru, til brenni! Alt hetta, kongurin, gevur Aravna konginum!? Og Aravna segði við kongin: ?HARRIN Gud tín taki í náði móti tær!? Men kongurin svaraði Aravna: ?Nei, eg skal keypa tað frá tær fyri pening! Eg ofri ikki HARRANUM Gudi mínum brennioffur, sum einki hava kostað mær.? So keypti Dávid treskiplássið og neytini fyri seklar av silvuri. Og Dávid reisti har HARRANUM altar og ofraði brennioffur og takkoffur. Tá bønhoyrdi HARRIN landið, og plágan steðgaði og veik frá Ísrael. Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika KAPITUL Paulus takkar Gudi fyri vøkst samkomunnar í trúgv og kærleika og fyri tol hennara í trongdum. Paulus, Silvanus og Timoteus til samkomu Tessalonikamanna í Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður sum tilhoyriligt er fyri, at trúgv tykkara eykast í stórum, og kærleikin hvør til annan veksur hjá hvørjum og einum av tykkum øllum, so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í samkomum Guds fyri tol og trúgv tykkara í øllum atsóknum og trongdunum, ið tit líða - vitnisburður um rættvísa dóm Guds fyri at tit skulu roknast ríki Guds verdir, sum tit eisini líða fyri. Tí tað er Gudi rætt at endurgjalda teimum trongd, sum treingja tykkum, men tykkum, sum trongd verða, hvílu saman við okkum, táið Harrin Jesus opinberast av Himli við einglum veldis Síns, við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin. Tey skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara, táið Hann kemur hin dag at vísa Seg dýrmætan í øllum hinum heiløgu Sínum og verða undranarhávirdur í øllum, sum trúð hava tí trúgvin varð vitnisburður okkara til tykkara. Tí biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Gud okkara skal rokna tykkum kalli Sínum verd og við kraft fylla tykkum við øllum hugi til hitt góða og til verk trúarinnar, fyri at navn Harra okkara Jesusar kann dýrmetast í tykkum, og tit í Honum, eftir náði Guds okkara og Harrans Jesu Krists. KAPITUL Fráfallið og opinbering Antikrists má verða, áðrenn dagur Harrans kemur, Áminning um at halda fast við læru ápostlanna, Nú viðvíkjandi komu Harra okkara Jesu Krists, og at vit skulu verða savnað til Hansara, biðja vit tykkum, brøður, ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi sum skal vera frá okkum eins og dagur Harrans stóð fyri durunum. Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin, hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud. Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum? Og nú tit vita, hvat ið heldur honum aftur, so hann skal ikki stíga fram fyrrenn á tíð síni. Tí loynimál lógloysisins virkar longu; bert má hann, sum nú heldur aftur, fara av vegnum, og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar. Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina. Men skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Gud frá upphavi valdi tykkum út til frelsu í halgan Andans og trúgv á sannleikan. Til hetta kallaði Hann tykkum við evangelii okkara, fyri at tit skulu vinna dýrd Harra okkara Jesu Krists. Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi! Og Hann sjálvur, Harri okkara Jesus Kristus, og Gud, Faðir okkara, sum elskaði okkum og í náði gav okkum æviga troyst og góða vón, Hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í øllum góðum verki og allari góðari talu! KAPITUL Áminningar, Um, hvussu gjørt skuldi verða, táið onkur ikki livdi eftir læru ápostlanna, Eftirskrift og heilsan, Síðani, brøður biðið fyri okkum, at orð Harrans skal ganga fram og verða dýrmett eins og hjá tykkum, og at vit skulu verða bjargaðir frá hinum rangvørgu og óndu menniskjum tí trúgvin er ikki hvørs mans! Men trúfastur er Harrin Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er. Vit hava tað álit á tykkum í Harranum, at tit bæði gera og hereftir fara at gera tað, sum vit áleggja tykkum. Harrin stýri hjørtum tykkara til kærleika Guds og tol Kristusar! Men tað boð geva vit tykkum, brøður, í navni Harra okkara Jesu Krists, at tit skulu halda tykkum burtur frá hvørjum bróður, sum livir óregluliga og ikki eftir lærdóminum, ið hann fekk frá okkum. Tit vita jú sjálvir, hvussu eigur at verða fylgt okkum eftir. Vit bóru okkum ikki óregluliga at millum tykkara; ei heldur ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; nei, vit arbeiddu við stríði og møði nátt og dag fyri ongum tykkara at vera til byrði. Ikki tí vit ikki hava rætt til tað; men vit vildu geva tykkum fyridømi í okkum sjálvum, fyri at tit skuldu fylgja okkum eftir. Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta. Tí vit hoyra, at nøkur av tykkum liva óregluliga og arbeiða ikki, men fáast við slíkt, sum ikki kemur teimum við. Slíkum geva vit tað boð og áminna tey í Harranum Jesusi Kristi, at tey arbeiða still og eta sítt egna breyð. Og tit, brøður troyttist ikki av at gera tað, sum gott er! Um onkur aktar ikki orð okkara her í brævinum, tá merkið tykkum hann havið ongan felagsskap við hann, so hann kann skammast! Tó skulu tit ikki rokna hann fyri fígginda, men áminna hann sum bróður. Og Hann sjálvur, Harri friðarins, gevi tykkum friðin, altíð, á allan hátt! Harrin veri við tykkum øllum! Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond; tað er merki í hvørjum brævi; soleiðis skrivi eg. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Seinna bræv Paulusar til Timoteus KAPITUL Áminning um dirvi og áhaldni í tænastu evangeliums, Summir hava svikið Paulus, men Onesiforus hevur verið honum til troyst, Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu, til at kunngera lyftið um lívið í Kristi Jesusi til Timoteus, elskaða barn mítt. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara! Eg takki Gudi, sum eg eins og forfedrar mínir tæni í góðari samvitsku; tí uttan íhald minnist eg teg í bønum mínum nátt og dag, fullur av tráan eftir at síggja teg táið eg minnist tár tíni fyri at eg kann verða fyltur við gleði. Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við. Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína. Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis. Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliinum í kraft Guds, sum frelsti okkum og kallaði okkum við heiløgum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, men nú er vorðin opinber við opinbering Frelsara okkara Jesu Krists, Hansara, sum gjørdi deyðan til einkis og við evangeliinum førdi fram í ljósið lív og óforgeingiligleika; til at boða evangeliið eri eg settur prædikari, ápostul og lærari heidninga. Tí líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað, tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag. Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi! Varðveit við Heilaga Andanum, sum í okkum býr, hin fagra skatt, ið tær er givin í hendur! Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes. Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! Tí hann hevur mangan styrkt meg og hevur ikki skammast við leinkjur mínar; nei, táið hann var í Róm, gjørdi hann sær nógvan ómak at leita eftir mær, og fann meg. Harrin gevi honum at finna miskunn hjá Harranum hin dag! Og hvussu nógva tænastu hann gjørdi í Efesus, veitst tú best. KAPITUL Áminning um at líða fyri evangeliið og minnast sigurslønina, at berjast móti rangari læru og ansa sær sjálvum fyri at dálkast av henni, So verð tá tú, barn mítt, sterkur í náðini í Kristi Jesusi! Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur! Líð ilt við mær sum góður hermaður Krists Jesusar! Eingin, sum er í hertænastu, letur seg fanga av umhugsan fyri hesum lívi; tí hann vil toknast honum, sum tók hann í tænastu. Á sama hátt um onkur er við í kappleiki, hann fær ikki kransin, leikar hann ikki lógliga. Tann bóndi, sum arbeiðir, eigur fyrst at fáa av ávøkstinum. Skil tað, sum eg sigi! Harrin skal geva tær at skilja alt. Minst Jesus Kristus, sum er risin upp frá hinum deyðu, av ætt Dávids, eftir evangelii mínum, sum eg líði ilt fyri, líka til hetta, at vera bundin sum illgerðarmaður! Men orð Guds er ikki bundið. Tí toli eg alt fyri hinna útvaldu skuld, fyri at tey við skulu vinna frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd. Tað er trúvert orð. Tí eru vit deyð við Honum, skulu vit eisini liva við Honum; halda vit út, skulu vit eisini ráða við Honum; avnokta vit, skal eisini Hann avnokta okkum; eru vit ótrúgv, verður Hann tó verandi trúgvur, tí avnokta Seg sjálvan kann Hann ikki. Minn á hetta, og vitna fyri ásjón Harrans, at tey mugu ikki stríðast um orð til ongan bata, men teimum til oyðing, sum hoyra! Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt! Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð teirra koma at eta um seg sum kreft. Millum teirra eru Hýmeneus og Filetus, sum eru vilstir burt frá sannleikanum og siga, at uppreisnin hevur longu verið og bróta niður trúnna hjá summum. Tó, fasti grundvøllur Guds stendur og hevur hetta innsigli: ?Harrin kennir Síni?, og: ?Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, haldi seg frá órættvísi!? Men í stórum húsi eru íløt, ikki bert av gulli og silvuri, men eisini av træ og leiri, og summi eru til æru, summi til vanæru. Heldur tí onkur seg reinan frá hesum, skal hann vera ílat til æru, halgað, húsbóndanum til nyttu, til reiðar til alt gott verk. Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta! Men sigst undan hinum býttisligu og skilaleysu trætum tú veitst jú, at tær leiða av sær ófrið! Tænari Harrans eigur ikki at stríðast, men vera mildur við øll, førur fyri at læra onnur, tolin, táið hann líður ilt. Hann skal við spakføri hava at teimum, sum seta seg ímóti; kanska Gud tó einaferð unnir teimum umvending, so tey koma at kenna sannleikan og kunnu vakna aftur úr snerru Djevulsins; tí av honum eru tey fangað til at gera vilja hansara. KAPITUL Gudloysi menniskjanna á síðstu døgum, Timoteus skal halda fast við læru evangeliums og hinar heiløgu skriftir, Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur. Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan. Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi. Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert eins og eisini vitloysi hinna* varð. Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli, í atsóknum, í líðingum slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum. Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt. Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd. Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað; og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus. Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk. KAPITUL Áminning um ídni og trúskap í tænastuni, Paulus væntar seg skjótt at fara hiðani. Hann hevur strítt hitt góða stríð, Biður Timoteus koma til sín í Róm, Ymiskt um støðu hansara, Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara: Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi! Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni; og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr. Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína! Tí eg verði longu ofraður, og tíðin er komin hjá mær at fara avstað. Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni. Nú liggur rættvísikransurin mær til reiðar; Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Hansara. Royn, alt tað tú kanst, at koma til mín skjótt! Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika; Kreskens fór til Galatia, Titus til Dalmatia. Eingin er hjá mær uttan Lukas. Tak Markus og hav hann við tær! Hann er mær til góða hjálp í tænastuni. Týkikus havi eg sent til Efesus. Táið tú kemur, hav tá við tær kappan, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar! Aleksander koparsmiður hevur gjørt mær nógv ilt; Harrin fer at løna honum eftir verkum hansara. Varða eisini tú teg fyri honum! Hann stóð orðum okkara hart ímóti. Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg hevði tað ikki verðið teimum tilroknað! Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, fyri at prædika orðsins skuldi verða fullførd við mær, og øll fólkasløg fáa hana at hoyra; og eg varð frelstur úr gapi leyvunnar. Og Harrin skal bjarga mær frá øllum óndum verki og frelsa meg inn í himmalska ríki Sítt. Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. Heilsa Prisku og Akvila og húsi Onesiforusar! Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet. Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur! Eubulus, Pudens, Linus, Klaudia og allir brøðurnir lata heilsa tær. Harrin Jesus veri við anda tínum! Náðin veri við tykkum! Triðja bræv Jóhannesar Gestablídni móti brøðrunum verður róst og fær viðmæli, Ávaring móti ringum fyridømi, Hin elsti til Gajus, hin elskaða, sum eg av sonnum elski. Tú elskaði! Eg ynski, at tær skal gangast væl á allan hátt, og at tú skalt hava heilsuna eins og sál tíni gongst væl. Tí eg varð ógvuliga glaður, táið nakrir brøður komu og vitnaðu um sannleikan, sum í tær er sum tú jú livir í sannleikanum. Størri gleði havi eg ikki enn tað, at eg hoyri, at børn míni liva í sannleikanum. Tú elskaði! Tú gert trúfast verk í tí, sum tú gert fyri brøðurnar og tað fyri fremmandar. Teir hava fyri samkomuni vitnað um kærleika tín. Og tú gert væl í at hjálpa teimum á veg, soleiðis sum Gudi er verdigt; tí fyri navns Hansara skuld fóru teir avstað, uttan at hava nakað frá heidningunum. Skylda okkara er tí at taka okkum av slíkum, so vit kunnu verða samverkamenn sannleikans. Eg havi skrivað nakað til samkomuna; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, tekur ikki ímóti okkum. Eg skal tí, táið eg komi, minna um verkini, ið hann ger, hvussu hann baktalar okkum við illum orðum. Og hetta er honum ikki nóg mikið; nei fyrst tekur hann ikki sjálvur ímóti brøðrunum, og síðani forðar hann teimum, ið vilja gera tað, og koyrir tey úr samkomuni. Tú elskaði! Tak ikki eftir hinum illa, nei, tak eftir hinum góða! Tann, ið ger hitt góða, er av Gudi; tann, ið ger hitt illa, hevur ikki sæð Gud. Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum. Eisini vit geva honum vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur. Eg havi mangt at skriva tær; men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni. Men eg vóni skjótt at fáa teg at síggja, og tá skulu vit tala munnliga saman. Friður veri við tær! Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa vinunum við navni! Triðja Mósebók KAPITUL Lóg um brennioffur. HARRIN kallaði á Móses og talaði við hann úr samkomutjaldinum og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið onkur av tykkum vil bera HARRANUM fram offur av fænum, kann hann taka offur sítt annaðhvørt av neytunum ella av smáfænum. Er tað brennioffur, ið hann vil bera fram, og hann tekur tað av neytunum, skal tað vera lýtaleyst kríatúr av hannslagi; hann skal koma at durum samkomutjaldsins við tí, so hann verður væl toknaður fyri ásjón HARRANS. Og hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins; so verður tað væl toknað og bøtir fyri hann. Síðani skal hann drepa hin unga tarvin fyri ásjón HARRANS, og synir Áron, prestarnir, skulu bera fram blóðið og sletta tað rundan um á altarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins. So skal hann fletta offurdýrið og lima tað sundur. Og synir Áron, prestin, skulu kynda eld á altarinum og leggja við á eldin. So skulu synir Áron, prestarnir, leggja stykkini saman við høvdinum og tálgini oman á viðin, ið lagdur er á altareldin. Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin brenna alt samalt á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Tekur hann brennioffur sítt av smáfænum, av seyðinum ella geitunum, so skal tað vera lýtaleyst kríatur av hannslagi. Hann skal drepa tað norðan fyri altarið, fyri ásjón HARRANS, og synir Áron, prestarnir, skulu sletta blóðið úr tí rundanum á altarið. So skal hann skera tað sundur, og presturin skal leggja stykkini saman við høvdinum og tálgini oman á viðin, ið lagdur er á altareldin. Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin bera alt samalt fram og brenna tað á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Eru tað fuglar, ið hann tekur HARRANUM til brennioffur, so skal hann taka offur sítt av turtildúvum ella av dúvuungum. Presturin skal bera fuglin fram at altarinum, snara høvdið av honum og brenna tað á altarinum; og blóðið skal verða kroyst út inn móti síðu altarsins. So skal hann taka kjósina út við gorinum, sum í henni er, og blaka hana á øskudungan eystan fyri altarið. Síðani skal hann kryvja fuglin við veingjunum á; teir má hann ikki skilja frá. Og so skal presturin brenna hann á altarinum, á viðinum, ið lagdur er á eldin; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.? KAPITUL Lóg um matoffur. ?Táið onkur vil bera HARRANUM fram matoffur, skal offur hansara vera fínt mjøl; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi á tað. So skal hann bera tað til synir Áron, prestarnar; og presturin skal taka ein neva av tí, av mjølinum og oljuni, og alt roykilsið; hann skal brenna tað sum minningaroffur á altarinum; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Men tað, sum eftir er av matofrinum, skulu Áron og synir hansara hava sum háheilagan part av eldofrum HARRANS. Táið tú vilt ofra matoffur av nøkrum, ið bakað er í ovni, skal tað vera av fínum mjøli, ósúrgaðar køkur við olju í ella ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju. Og er offur títt matoffur, ið bakað er á plátu, so skal tað vera av fínum mjøli, ið blandað er við olju, og ósúrgað. Tú skalt bróta tað í bitar og hella olju á tað. Tað er matoffur. Men er offur títt matoffur, ið bakað er á pannu, so skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju. Tað matoffur, ið tilgjørt er á ein av hesum háttum, skalt tú bera HARRANUM fram; tað skal verða borið prestinum, og hann skal bera tað fram at altarinum. So skal presturin burtur av matofrinum taka minningarofrið og brenna tað á altarinum; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Men tað, sum eftir er av matofrinum, skulu Áron og synir hansara hava sum háheilagan part av eldofrum HARRANS. Einki matoffur, ið tit bera HARRANUM fram, má verða súrgað; tí hvørki av súrdeiggi ella hunangi mugu tit brenna nakað sum eldoffur fyri HARRANUM. Sum gávu av frumgróðri kunnu tit bera HARRANUM slíkt fram, men á altarið til góðan anga má tað ikki koma. Tú skalt lata salt í øll matoffur tíni; tú mást ikki lata salt fattast í matofri tínum; tí saltið hoyrir til sáttmálan við Gud tín; saman við øllum ofrum tínum skalt tú bera fram salt. Vilt tú bera HARRANUM fram matoffur av frumgróðrinum, skalt tú ofra øks, ið bakað eru við eld, nýheystað, mult korn; tað skal vera matoffur títt av frumgróðrinum. Tú skalt hella olju út yvir tað og leggja roykilsi á tað; tað er matoffur. Og presturin skal sum minningaroffur brenna nakað av tí mulda korninum og oljuni og alt roykilsið; tað er eldoffur fyri HARRANUM.? KAPITUL Lóg um takkoffur. ?Vil onkur bera fram takkoffur, og hann tekur tað av neytunum, so kann offurdýrið, ið hann kemur við fram fyri ásjón HARRANS, vera annaðhvørt tarvur ella kúgv; men lýtaleyst skal tað vera. Hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins og drepa tað fyri durum samkomutjaldsins; og synir Áron, prestarnir, skulu sletta blóðið rundanum á altarið. So skal hann av takkofrinum ofra HARRANUM eldoffur, og tað skal vera netjan og øll tálgin á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið, tað skal hann taka út saman við nýrunum. Og synir Áron skulu brenna tað á altarinum saman við brenniofrinum, ið liggur oman á viðinum á eldinum; tað er eldoffur, góður angi fyri HARRANUM. Er tað av smáfænum, ið hann ber HARRANUM fram takkoffur, so kann tað vera kríatúr, annaðhvørt av hannslagi ella av honslagi; men lýtaleyst skal tað vera. Er tað seyð, ið hann vil ofra, so skal hann leiða hann fram fyri ásjón HARRANS. Hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins og drepa tað framman fyri samkomutjaldið, og synir Áron skulu sletta blóðið rundanum á altarið. So skal hann av takkofrinum bera HARRANUM fram eldoffur, og tað skal vera tað feita: Alla hárónna hann skal skera hana av heilt inni við næsta ryggjarstykkið netjuna og alla tálgina á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum. Og presturin skal brenna tað á altarinum; tað er HARRANUM eldoffurmáltíð. Er tað geit, ið hann ofrar, so skal hann leiða hana fram fyri ásjón HARRANS. Hann skal leggja hondina á høvd hennara og drepa hana framman fyri samkomutjaldið, og synir Áron skulu sletta blóðið rundanum á altarið. So skal hann av ofri sínum bera HARRANUM fram eldoffur, og tað skal vera netjan og øll tálgin á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum. Og presturin skal brenna tað á altarinum tað er eldoffurmáltíð, góður angi. Alt feitt hoyrir HARRANUM til. Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, hvar tit so búgva: Einki feitt og einki blóð mugu tit eta!?? KAPITUL Lóg um syndoffur. HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Táið onkur av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS og ger nakað, sum Hann hevur forboðið at gera, tá skal verða gjørt so: Er tað hin salvaði presturin, ið syndar og soleiðis dregur skyld oman yvir fólkið, so skal hann ofra HARRANUM lýtaleysan, ungan tarv í bót fyri syndina, hann hevur gjørt; tað er syndoffur hansara. Hann skal leiða tarvin fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins. Og hann skal leggja hondina á høvd hansara og drepa hann fyri ásjón HARRANS. So skal hann hin salvaði presturin taka av blóði tarvsins og bera tað inn í samkomutjaldið. Og hann, presturin, skal drepa fingurin í blóðið og sletta av tí sjey ferðir fyri ásjón HARRANS framman fyri forhang halgidómsins. Nakað av blóðinum skal hann smyrja á horn roykilsisaltarsins, ið stendur fyri ásjón HARRANS í samkomutjaldinum; tað, ið eftir er av blóði tarvsins, skal hann hella niður við brennioffuraltarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins. Alla tálgina úr syndoffurtarvinum skal hann taka úr honum, netjuna og alla tálgina á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og hitt størra livrarblaðið; tað skal hann taka út saman við nýrunum. Alt hetta skal verða tikið út, sum tað verður tikið úr takkoffurtarvinum; og presturin skal brenna tað á brennioffuraltarinum. Men húð tarvsins og alt kjøtið, høvdið, føturnar, innvølin, gorið tarvin, allan sum hann er, skal hann fáa út um tilhaldið, á reint stað, hagar ið øskan verður stoytt, og brenna hann á viðabáli; á øskudunganum skal hann verða brendur. Er tað øll samkoma Ísraels, ið av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS, og tað soleiðis er fólkinum ókunnigt, at tey hava brotið eitt av boðum HARRANS og á tann hátt drigið skyld oman yvir seg, so skal fólkið, táið syndin, ið tey hava gjørt, kemur upp, ofra ungan tarv sum syndoffur. Tey skulu leiða hann fram at samkomutjaldinum; teir elstu í samkomuni skulu fyri ásjón HARRANS leggja hendurnar á høvd tarvsins, og so skal tarvurin verða dripin fyri ásjón HARRANS. So skal hin salvaði presturin bera nakað av blóði tarvsins inn í samkomutjaldið. Og hann, presturin, skal drepa fingurin í blóðið og sletta sjey ferðir fyri ásjón HARRANS framman fyri forhangið. Nakað av blóðinum skal hann smyrja á horn altarsins, ið stendur fyri ásjón HARRANS í samkomutjaldinum; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við brennioffuraltarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins. Men alla tálgina skal hann taka úr tarvinum og brenna hana á altarinum. Síðani skal hann gera við tarvin á sama hátt sum við hin áðurnevnda syndoffurtarvin. Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri tey, fáa tey fyrigeving. Og farið skal verða við tarvinum út um tilhaldið, og hann skal verða brendur sum hin áðurnevndi tarvurin. Hetta er syndofrið fyri samkomuna. Er tað høvdingi, ið av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS Guds síns, ger nakað, ið Hann hevur forboðið at gera, og soleiðis dregur skyld oman yvir seg, og hann fær at vita um syndina, ið hann hevur gjørt, so skal hann koma við ofri, og tað skal vera lýtaleysur bukkur. Hann skal leggja hondina á høvd buksins og drepa hann, har sum brenniofrið verður dripið fyri ásjón HARRANS; tað er syndoffur. Presturin skal taka av blóði syndoffursins á fingurin og smyrja tað á horn brennioffuraltarsins; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við brennioffuraltarið. Alt tað feita skal hann brenna á altarinum eins og tað feita av takkofrinum. Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann og gjørt hann reinan fyri syndina, fær hann fyrigeving. Er tað ein av almúguni, ið av misgáum syndar móti einum av boðum HARRANS, ger nakað, ið Hann hevur forboðið at gera, og soleiðis dregur skyld oman yvir seg, og hann fær at vita um syndina, ið hann hevur gjørt, so skal hann fyri syndina, ið hann hevur gjørt, koma við ofri, og tað skal vera lýtaleys geit. Hann skal leggja hondina á høvd syndoffursins og drepa syndofrið, har sum brenniofrið verður dripið. Presturin skal taka av blóðinum úr geitini á fingurin og smyrja tað á horn brennioffuraltarsins; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við altarið. Alla tálgina skal hann taka út, á sama hátt sum tálgin verður tikin úr takkofrinum, og presturin skal brenna hana á altarinum, HARRANUM til góðan anga. Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fær hann fyrigeving. Men er tað seyð, ið hann ber fram sum syndoffur, skal hann koma við lýtaleysari ær. Hann skal leggja hondina á høvd syndoffursins og drepa tað sum syndoffur, har sum brenniofrið verður dripið. Presturin skal taka av blóði syndoffursins á fingurin og smyrja tað á horn brennioffuraltarsins; tað, ið eftir er av blóðinum, skal hann hella niður við altarið. Alla tálgina skal hann taka út, á sama hátt sum tálgin verður tikin úr takkofrinum, og presturin skal brenna hana á altarinum saman við eldofrum HARRANS. Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fyri syndina, ið hann hevur gjørt, fær hann fyrigeving.? KAPITUL Einstøk føri, har syndoffur kravdist, Meiri um syndoffur, Lóg um skyldoffur, ?Táið onkur syndar, við tað at hann hoyrir upprópið til at gera eið og kundi vitnað um okkurt, ið hann annaðhvørt hevur sæð ella hevur fingið at vita um, men kortini ikki sigur frá og soleiðis dregur skyld oman yvir seg ella táið onkur, uttan at hann veit av tí, nemur við okkurt óreint, tað veri nú tann deyða kroppin av einum óreinum, villum dýri ella tann deyða kroppin av einum óreinum dýri av fænum ella tann deyða kroppin av einum óreinum skriðdýri og hann soleiðis verður óreinur og dregur skyld oman yvir seg ella táið hann, uttan at hann veit av tí, nemur við óreinskuna hjá einum menniskja tað veri nú, hvat tað vera má, sum ein verður óreinur av og hann so fær tað at vita og sær, at hann hevur drigið skyld oman yvir seg ella táið onkur, uttan at hugsa um tað, blakar ein eið út av munninum um, at hann skal gera okkurt, ilt ella gott tað veri nú, hvat tað vera má, sum ein kann svørja uppá í tankaloysi og hann so fær tað at vita og sær, at hann hevur drigið skyld oman yvir seg í onkrum slíkum so skal tann, ið soleiðis hevur drigið skyld oman yvir seg í onkrum av hesum, játta tað, ið hann hevur syndað í; og til bót fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann sum syndoffur bera HARRANUM fram eitt kríatúr av honslagi av smáfænum, ær ella geit, og presturin skal gera bót fyri hann og gera hann reinan fyri synd hansara. Men hevur hann ikki ráð at lata eitt kríatúr av smáfænum, so skal hann í bót fyri synd sína bera HARRANUM fram tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur. Hann skal koma til prestin við teimum, og presturin skal fyrst ofra tann, ið er til syndoffur; hann skal kippa hann tætt uppi við nakkan, men ikki slíta høvdið av. So skal hann sletta av blóði syndoffursins á síðu altarsins, og tað, ið eftir er av blóðinum, skal verða kroyst út, so tað rennur niður við altarið; tað er syndoffur. Hin fuglin skal hann ofra sum brennioffur, soleiðis sum fyriskrivað er. Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann og gjørt hann reinan fyri syndina, ið hann hevur gjørt, fær hann fyrigeving. Men hevur hann heldur ikki ráð at lata tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, so skal hann, í bót fyri tað, ið hann hevur syndað, ofra sum syndoffur tíggjundapartin av efu av fínum mjøli; hann skal ikki hella olju út yvir tað ella leggja roykilsi á tað; tí tað er syndoffur. Hann skal koma til prestin við tí, og presturin skal taka ein neva av mjølinum sum minningaroffur og brenna tað á altarinum saman við eldofrum HARRANS; tað er syndoffur. Táið presturin soleiðis hevur gjørt bót fyri hann, fyri syndina, ið hann hevur gjørt í onkrum av hinum, ið nevnt er*, fær hann fyrigeving. Og tað, ið eftir er, skal presturin hava á sama hátt sum við matofrinum.?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Táið onkur av misgáum ognar sær nakað av tí, ið vígt er HARRANUM, og soleiðis verður sekur í sviki, skal hann í bót fyri synd sína ofra HARRANUM sum skyldoffur lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið er mettur til í minsta lagi tveir silvurseklar eftir halgidómsvektini. Og tað, ið hann av órøttum hevur ognað sær av hinum vígdu gávum, skal hann lata aftur fyri og leggja fimtingin aftrat. Hann skal fáa prestinum tað, og táið presturin hevur gjørt bót fyri hann við skyldoffurveðrinum, fær hann fyrigeving. Táið onkur, uttan at vita av tí, syndar móti einum av boðum HARRANS og ger okkurt, ið Hann hevur forboðið at gera og hann soleiðis dregur skyld oman yvir seg, og misgerð hvílir á honum skal hann sum skyldoffur leiða til prestin lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið tú metir góðan til offur. Presturin skal tá gera bót fyri hann, fyri syndina, ið hann, uttan at vita av, hevur gjørt; so fær hann fyrigeving. Tað er skyldoffur; hann hevur drigið skyld oman yvir seg fyri HARRANUM.? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Táið onkur syndar og ger svik móti HARRANUM, við tað at hann lýgur fyri næsta sínum viðvíkjandi onkrum, ið honum er litið upp í hendur ella fingið at goyma, ella viðvíkjandi onkrum, ið hann hevur rænt, ella sum hann hevur noytt næstan at lata seg fáa, ella hann hevur funnið okkurt, ið mist er, men ikki vil vera við tað, ella hann ger rangan eið um eitt ella annað av øllum tí, ið kann verða einum menniskja til synd so skal tann, ið soleiðis hevur syndað og drigið skyld oman yvir seg, lata aftur tað, ið hann hevur rænt ella hevur noytt næsta sín at lata seg fáa ella tað, ið honum var litið upp í hendur, ella tað mista, ið hann hevur funnið, ella hvat tað nú kann vera, ið hann hevur gjørt rangan eið uppá; hann skal lata tað aftur við fullum virði og leggja fimtingin aftrat. Sama dag sum hann ber fram skyldoffur sítt, skal hann geva ánaranum tað. Og í bót fyri synd sína skal hann leiða HARRANUM fram lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið tú metir góðan til offur; hann skal koma til prestin við honum; tað skal vera skyldoffur hansara. So skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS, so hann fær fyrigeving, hvat hann so hevur gjørt og drigið skyld oman yvir seg við.? KAPITUL Hitt dagliga morgun- og kvøldbrenniofrið, Matoffur, Syndoffur, Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Gev Áron og sonum hansara hetta boð: ?Hetta er lógin um brenniofrið: Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina, líka til morgunin eftir, og altareldurin skal verða hildin brennandi við tí. So skal presturin lata seg í línklæði síni og vera í løriftsbuksum næst kroppinum, og hann skal taka burtur øskuna eftir brenniofrið, ið eldurin hevur brent upp á altarinum, og stoyta hana øðrumegin altarið. Síðani skal hann lata seg úr aftur klæðunum og fara í onnur klæði og bera øskuna út um tilhaldið, á reint stað. Men eldurin skal verða hildin brennandi á altarinum, hann má ikki doyggja út; hvønn morgun skal presturin leggja við aftrat eldinum og leggja brenniofrið oman á viðin og so brenna tað feita av takkofrinum á honum. Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út. Hetta er lógin um matofrið: Synir Áron skulu bera tað fram fyri ásjón HARRANS, fram at altarinum. So skal presturin taka ein neva av fínamjøli og olju matoffursins og alt roykilsið, ið er á matofrinum, og brenna tað á altarinum til góðan anga, minningaroffur til HARRAN. Men avlopið av tí skulu Áron og synir hansara eta; ósúrgað skal tað verða etið og á heiløgum staði; í forgarði samkomutjaldsins skulu teir eta tað. Tað má ikki bakast við súrdeiggi; Eg havi givið teimum tað sum part teirra av eldofrum Mínum; tað er háheilagt eins og syndofrið og skyldofrið. Alt mannkyn av børnum Árons kann eta tað; gjøgnum allar tíðir, mann eftir mann, skal tað vera partur teirra av eldofrum HARRANS; ein og hvør, ið nemur við tað, verður heilagur.?? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Hetta er ofrið, ið Áron og synir hansara skulu bera HARRANUM fram, tann dagin teir verða salvaðir: Tíggjundapartin av efu av fínum mjøli sum dagligt matoffur, helvtina um morgunin og helvtina um kvøldið. Tað skal gerast til á plátu, við olju; væl knoðað skal tað vera, táið tú bert tað fram, og tú skalt bróta tað í bitar; matoffur, ið er brotið í bitar, skalt tú bera fram, HARRANUM til góðan anga. Tann av sonum hansara, sum verður salvaður til prest í stað hansara, skal gera tað til; ævig lóg skal hetta vera; tað skal brennast upp, alt sum tað er, fyri HARRANUM. Eitt og hvørt matoffur, ið prestur ber fram fyri seg sjálvan, skal vera heiloffur; tað má ikki etast.? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Áron og synir hansara og sig: ?Hetta er lógin um syndofrið: Á sama staði sum brenniofrið verður dripið, skal eisini syndofrið verða dripið, fyri ásjón HARRANS; tað er háheilagt. Tann prestur, ið ber fram syndofrið, skal eta tað; tað skal etast á heiløgum staði, í forgarði samkomutjaldsins. Ein og hvør, ið nemur við kjøt tess, verður heilagur, og kemur nakað av blóðinum úr tí á klæði, skal plaggið, ið blóðið er komið á, vaskast á heiløgum staði. Verður kjøtið kókað í leirílati, skal ílatið brótast sundur, og verður tað kókað í koparílati, skal tað skúrast og skolast í vatni. Alt mannkyn millum prestarnar kann eta tað; tað er háheilagt. Men tað syndoffur, hvørs blóð verður borið inn í samkomutjaldið at gera bót við í halgidóminum, má aldri etast; tað skal brennast upp.? KAPITUL Skyldoffur, Takkoffur, Feitt og blóð, Tað, ið prestarnir áttu av takkofrunum, ?Hetta er lógin um skyldofrið tað er háheilagt -: Á sama staði sum brenniofrið verður dripið, skal eisini skyldofrið verða dripið. Blóðið úr tí skal verða slett rundanum á altarið, og alt tað feita av tí skal verða ofrað, hárógvin, tálgin, ið er á innvølinum, bæði nýruni við nýrumørinum, innantil við lendarnar, og tað størra livrarblaðið; tað skal takast út saman við nýrunum. Og presturin skal brenna tað á altarinum sum eldoffur fyri HARRANUM; tað er skyldoffur. Alt mannkyn millum prestarnar kann eta tað; á heiløgum staði skal tað etast; tað er háheilagt. Við skyldofrinum er sum við syndofrinum; ein og sama lóg er fyri bæði: Tann prestur, ið ger bót við tí, skal hava tað. Táið prestur ofrar brennioffur fyri onkun, so skal hesin sami prestur hava húðina av brenniofrinum, ið hann hevur ofrað. Øll matoffur, ið bakað eru í ovni ella gjørd til á pannu ella plátu, tey skal tann prestur hava, sum ber tey fram. Men øll matoffur, ið eru blandað við olju, ella sum eru turr, tey skulu hoyra øllum sonum Áron til, einum líka væl sum øðrum. Hetta er lógin um takkofrið, ið verður ofrað HARRANUM: Verður tað ofrað sum lovoffur, so skal hann, ið ofrar tað, umframt sláturofrið, ið hoyrir til lovofrið, bera fram ósúrgaðar køkur við olju í, ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju, og fínt mjøl, ið er blandað við olju og knoðað til køkur; saman við súrgaðum køkum skal hann bera fram hesa offurgávu sína, umframt sláturofrið, ið hoyrir til takkofrið, ið hann ber fram sum lovoffur. Av hesum ofri skal hann bera fram eina køku av hvørjum slagnum sum gávu til HARRAN; tað skal tann prestur hava, sum slettir blóð takkoffursins á altarið. Kjøtið av takkofri, ið verður borið fram sum lovoffur, skal etast, sama dag sum tað verður ofrað; einki av tí má verða liggjandi til morgunin eftir. Er sláturofrið, ið ein ber fram, lovað ella sjálvkravt offur, so skal tað etast, sama dag sum tað verður ofrað; men tað, ið av loypur, kann etast dagin eftir. Men tað, ið tá er eftir av offurkjøtinum, skal brennast upp triðja dagin; etur onkur triðja dagin av takkoffurkjøtinum, so verður tað ikki væl toknað; tað skal ikki roknast honum til góða, sum ofraði tað, tað skal roknast fyri andstygd, og tann, ið etur av tí, ger misbrot, sum hann kemur at bøta fyri. Ei heldur má tað kjøt etast, sum hevur nomið við okkurt óreint, nei, tað skal brennast upp. Annars kann ein og hvør, ið reinur er, eta av kjøtinum. Men tann, ið etur kjøt av takkofri HARRANS, meðan nakað óreint er á honum, skal verða beindur burtur úr fólki sínum. Og táið ein nemur við okkurt óreint tað veri nú óreinskan hjá einum menniskja ella óreint dýr ella nakað annað óreint og viðurstyggiligt og so etur kjøt av takkofri HARRANS, skal hann verða týndur úr fólki sínum.?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Tit mugu einki feitt eta, hvørki av neyti, seyði ella geit. Tað feita av sjálvdeyðum dýrum og av dýrum, ið sundurskrædd eru, kunnu tit nýta til ymiskt; men eta tað mugu tit ikki. Tí ein og hvør, ið etur tað feita av dýrunum, ið eldoffur HARRANS verða tikin av tann, ið etur nakað av tí, skal verða týndur úr fólki sínum. Blóð mugu tit ikki eta, hvørki av fugli ella av fæi, hvar tit so eru búsitandi; ein og hvør, ið nakrantíð etur blóð, skal verða týndur úr fólki sínum.?? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Tann, ið vil ofra HARRANUM takkoffur, skal av hesum takkofri sínum bera HARRANUM fram ta offurgávu, ið Hann skal hava. Við egnum hondum skal hann bera fram eldoffur HARRANS; tað feita og bringuna skal hann bera fram, og bringan skal verða sveiggjað fyri ásjón HARRANS; og presturin skal brenna tað feita á altarinum, men bringuna skulu Áron og synir hansara hava. Eisini tað høgra tjógvið skulu tit lata prestin fáa sum gávu av takkofri tykkara. Tann av sonum Áron, sum ber fram blóðið og tað feita av takkofrinum, skal hava tað høgra tjógvið sum sín part. Tí sveiggjubringuna og offurgávutjógvið taki Eg frá Ísraelsmonnum, av takkofrum teirra, og gevi Áron presti og sonum hansara tað; tað skal í allar ævir vera nakað, sum teir eiga hjá Ísraelsmonnum og kunnu krevja teir eftir. Hetta er parturin, ið Áron og synir hansara eiga av eldofrum HARRANS, og sum varð givin teimum, tann dagin Hann læt teir stíga fram at vera prestar fyri HARRANUM parturin, ið HARRIN gav Ísraelsmonnum boð um at lata teir fáa, tann dagin teir verða salvaðir, nakað, sum teir í allar ævir eiga og kunnu krevja, mann eftir mann.?? Hetta er lógin um brenniofrið, matofrið, syndofrið, skyldofrið, vígsluofrið og takkofrið, sum HARRIN álegði Mósesi á Sinaifjalli, tann dagin Hann gav Ísraelsmonnum boð um at bera HARRANUM fram offur síni í Sinaioyðimørk. KAPITUL Áron og synir hansara verða vígdir til prestar. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Far eftir Áron og sonum hansara, og tak klæðini, salvuoljuna, syndoffurtarvin, báðar veðrarnar og kurvina við hinum ósúrgaðu breyðunum, kalla síðani alla samkomuna saman fyri durum samkomutjaldsins!? Móses gjørdi, sum HARRIN segði, og samkoman savnaðist fyri durum samkomutjaldsins. Tá segði Móses við samkomuna: ?Hetta er tað, ið HARRIN hevur givið boð um at gera.? Nú læt Móses Áron og synir hansara stíga fram, og hann vaskaði teimum í vatni. So læt hann Áron í undirkyrtilin, bant beltið um hann, læt hann í kápuna og lívkyrtilin, bant lívkyrtilsbeltið um hann og spenti við tí lívkyrtilin at honum, festi síðani bringudúkin á hann og legði urim og tummim í bringudúkin, setti húgvuna á høvd hansara og festi gullplátuna, hitt heilaga pannuprýðið, framman á húgvuna alt soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses. Síðani tók Móses salvuoljuna og salvaði tabernaklið og alt, sum í tí var, og halgaði tað; hann sletti av oljuni sjey ferðir á altarið og salvaði altarið og alt, ið til hoyrdi, og vatnílatið við fóti tess og halgaði tey soleiðis. Og hann helti av salvuoljuni út yvir høvd Árons og salvaði og halgaði hann. So læt Móses synir Áron stíga fram, læt teir í undirkyrtlar, bant belti um teir og bant høgar húgvur á teir soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses. Nú leiddi hann fram syndoffurtarvin, og Áron og synir hansara løgdu hendurnar á høvd syndoffurtarvsins. Síðani varð hann dripin, og Móses tók blóðið og smurdi av tí við fingrinum rundanum á altarhornini og gjørdi altarið reint fyri synd; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann niður við altarið. Soleiðis gjørdi hann bót fyri altarið og halgaði tað. So tók Móses alla tálgina, ið var á innvølinum, tað størra livrarblaðið og bæði nýruni við nýrumørinum, og hann brendi tað á altarinum. Men sjálvan tarvin, bæði húðina og kjøtið og gorið, brendi hann uttan fyri tilhaldið alt soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses. Nú leiddi hann fram brennioffurveðrin, og Áron og synir hansara løgdu hendurnar á høvd veðrsins. Síðani varð hann dripin, og Móses sletti blóðið rundanum á altarið. Men sjálvan veðrin limaðu teir sundur, og Móses brendi høvdið, kjøtið og tálgina. Innvølin og føturnar vaskaðu teir í vatni, og so brendi Móses allan veðrin á altarinum. Tað var brennioffur til góðan anga, eldoffur til HARRAN sum HARRIN hevði sagt við Móses. Nú leiddi hann fram hin veðrin vígsluveðrin og Áron og synir hansara løgdu hendurnar á høvd veðrsins. Síðani varð hann dripin, og Móses tók av blóði hansara og smurdi tað á høgru oyralippu Árons og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara. So kallaði hann synir Áron til sín, og hann smurdi av blóðinum á høgru oyralippu teirra og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti teirra. Tað, sum eftir var av blóðinum, sletti hann rundanum á altarið. Tínæst tók hann tað feita, hárónna, alla tálgina, ið var á innvølinum, tað størra livrarblaðið, bæði nýruni við nýrumørinum og tað høgra tjógvið; og úr kurvini við hinum ósúrgaðu breyðunum, sum stóð fyri ásjón HARRANS, tók hann ósúrgaða køku, oljukøku og flatkøku og legði tær oman á tað feita og tað høgra tjógvið, legði tað síðani alt samalt í hendur Árons og hendur sona hansara og læt teir sveiggja tað fyri ásjón HARRANS. So tók Móses tað aftur úr hondum teirra og brendi tað á altarinum saman við brenniofrinum; tað var vígsluoffur til góðan anga, eldoffur fyri HARRANUM. Síðani tók Móses bringuna og sveiggjaði hana fyri ásjón HARRANS; hon var tað, ið lutaðist Mósesi av vígsluveðrinum soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Móses. Nú tók Móses av salvuoljuni og av blóðinum sum stóð á altarinum og sletti tað á Áron og á klæði hansara, somuleiðis á synir hansara og á klæði teirra; soleiðis halgaði hann Áron og klæði hansara og somuleiðis synir hansara og klæði teirra. Og Móses segði við Áron og synir hansara: ?Kókið kjøtið fyri durum samkomutjaldsins, og etið tað har saman við breyðinum, sum er í vígslukurvini soleiðis sum boðið ljóðaði til mín: ?Áron og synir hansara skulu eta tað!? Men tað av kjøtinum og breyðinum, ið av loypur, skulu tit brenna upp. Og í sjey dagar mugu tit ikki víkja frá durum samkomutjaldsins líka til tann dag ið vígslutíð tykkara er at enda; tí í sjey dagar varir vígsla tykkara. Soleiðis sum gjørt er í dag, so hevur HARRIN sagt, skal verða gjørt eisini hinar dagarnar fyri at gera bót fyri tykkum. Tit skulu verða verandi fyri durum samkomutjaldsins í sjey dagar, bæði dag og nátt, og halda tykkum eftir tí, ið HARRIN hevur sagt fyri at tit skulu ikki doyggja; tí so hevur Hann boðið mær.? Og Áron og synir hansara gjørdu alt tað, ið HARRIN hevði givið boð um við Mósesi. KAPITUL Fyrstu offur Árons. Áttanda dagin sendi Móses boð eftir Áron og sonum hansara og hinum elstu í Ísrael. Og hann segði við Áron: ?Tak tær kálv til syndoffur og veðr til brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri ásjón HARRANS! Við Ísraelsmenn skalt tú siga: ?Takið tykkum bukk til syndoffur og kálv og seyð, ársgamlar, lýtaleysar, til brennioffur, líkaleiðis tarv og veðr til takkoffur teir skulu allir verða dripnir fyri ásjón HARRANS og síðani matoffur, tilgjørt við olju! Tí í dag fer HARRIN at opinbera Seg fyri tykkum.?? Teir tóku nú tað, ið Móses hevði sagt, og komu fram at samkomutjaldinum við tí; og øll samkoman steig fram og stóð fyri ásjón HARRANS. Tá segði Móses: ?Hetta er tað, ið HARRIN hevur álagt tykkum at gera; so skal dýrd HARRANS opinberast fyri tykkum.? So segði Móses við Áron: ?Far fram at altarinum og ofra syndoffur og brennioffur títt, og ger bót fyri teg og hús títt! Ofra síðani offur fólksins og ger bót fyri tey soleiðis sum HARRIN hevur givið boð um!? Áron steig nú fram at altarinum og drap kálvin, sum skuldi vera syndoffur fyri hann sjálvan. Synir hansara fingu honum blóðið, og hann drap fingurin í blóðið og smurdi tað á altarhornini; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann niður við altarið. Tálgina, nýruni og tað størra livrarblaðið úr syndofrinum brendi hann á altarinum soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi; men kjøtið og húðina brendi hann upp uttan fyri tilhaldið. Síðani drap hann brenniofrið. Synir hansara fingu honum blóðið, og hann sletti tað rundanum á altarið. So fingu teir honum brenniofrið í stykkjum, somuleiðis høvdið, og hann brendi tað á altarinum. Innvølin og føturnar vaskaði hann í vatni og brendi tað á altarinum saman við hinum. Nú bar hann fram offur fólksins. Fyrst tók hann bukkin, sum skuldi vera syndoffur fólksins, drap hann og ofraði hann sum syndoffur eins og hitt fyrra syndoffurdýrið. Somuleiðis leiddi hann fram brenniofrið og ofraði tað, soleiðis sum fyriskrivað var. Síðani bar hann fram matofrið; av tí tók hann ein neva og brendi tað á altarinum umframt morgunbrenniofrið. So drap hann tarvin og veðrin, sum skuldu vera takkoffur fólksins. Synir hansara fingu honum blóðið, og hann sletti tað rundanum á altarið. Men tað feita av tarvinum og veðrinum, hárónna, tálgina, ið var á innvølinum, nýruni og tað størra livrarblaðið, alt hetta feita, tað løgdu teir oman á bringustykkini. Og Áron brendi tað feita á altarinum; men bringustykkini og tað høgra tjógvið sveiggjaði Áron fyri ásjón HARRANS soleiðis sum Móses hevði givið boð um. Og Áron lyfti upp hendur sínar yvir fólkið og signaði tað. So kom hann niðuraftur eftir at hann hevði ofrað syndofrið, brenniofrið og takkofrið. Síðani fóru Móses og Áron inn í samkomutjaldið, og táið teir komu út aftur haðani, signaðu teir fólkið. Tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri øllum fólkinum, og eldur fór út frá ásjón HARRANS og brendi upp tað, ið á altarinum var, bæði brenniofrið og tað feita; og alt fólkið sá hetta, og tey róptu hart av gleði og fullu niður á andlit síni. KAPITUL Nadab og Abihu synda og doyggja, Ymiskar fyriskipanir fyri prestarnar, Tað, ið prestarnir áttu av ofrunum, Men tveir av sonum Áron, Nadab og Abihu, tóku hvør sína eldpannu, lótu gløður í tær og løgdu roykilsi á gløðurnar og bóru fram fyri ásjón HARRANS fremmandan eld, sum Hann einki boð hevði givið teimum um. Tá gekk út eldur frá ásjón HARRANS og oyddi teir, so teir doyðu fyri ásjón HARRANS. Móses segði tá við Áron: ?Tað var hetta, ið HARRIN talaði um, táið Hann segði: ?Á teimum, ið standa Mær nær, skal Eg prógva Meg heilagan, og fyri øllum fólkinum skal Eg prógva dýrd Mína!?? Áron tagdi. So rópti Móses Misael og Elzafan, synir Uzziel, pápabeiggja Áron, og segði við teir: ?Komið og berið skyldmenn tykkara burtur frá halgidóminum og út um tilhaldið!? Teir komu tá og gjørdu, sum Móses segði, og teir bóru teir í kyrtlum teirra út um tilhaldið. Men Móses segði við Áron og við Eleazar og Itamar, synir hansara: ?Tit mugu hvørki ganga ógreiddir ella skræða klæðini; tí so skulu tit doyggja, og so skal vreiði koma yvir alla samkomuna. Latið brøður tykkara, alt hús Ísraels, gráta um henda eld, ið HARRIN hevur sent! Víkið ikki frá durum samkomutjaldsins annars skulu tit doyggja! Tí salvuolja HARRANS er á tykkum.? Teir gjørdu, sum Móses segði. Nú talaði HARRIN við Áron og segði: ?Vín ella nakað sterkt mugu tú og synir tínir ikki drekka, táið tit fara inn í samkomutjaldið, fyri at tit skulu ikki doyggja. Tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann fyri at tit skulu vera førir fyri at gera mun á heiløgum og vanheiløgum og á óreinum og reinum, og læra Ísraelsmenn allar lógirnar, ið HARRIN við Mósesi hevur kunngjørt teimum.? Síðani segði Móses við Áron og við Eleazar og Itamar, teir synir hansara, ið eftir livdu: ?Takið matofrið, ið eftir er av eldofri HARRANS, og etið tað ósúrgað við altarið, tí tað er háheilagt! Tit skulu eta tað á heiløgum staði; tað er jú tann ásetti parturin, sum tú og synir tínir eiga av eldofri HARRANS; soleiðis er mær álagt. Og sveiggibringuna og offurgávutjógvið skulu tit eta á reinum staði, tú og synir tínir og døtur tínar við tær; tí tað er tær og børnum tínum givið sum ásetti partur tykkara av takkofrum Ísraelsmanna. Offurgávutjógvið og sveiggibringan skulu verða borin fram saman við eldofrinum tí feita at vera sveiggjað fyri ásjón HARRANS; og tað skal til ævigar tíðir vera tann ásetti parturin, ið tú og børn tíni skulu hava soleiðis sum HARRIN hevur givið boð um.? Táið Móses nú spurdi eftir syndoffurbukkinum, fekk hann at vita, at hann var uppbrendur; tá varð hann illur við Eleazar og Itamar, teir, ið eftir livdu av sonum Áron, og hann segði: ?Hví hava tit ikki etið syndofrið á hinum heilaga staði? Tað er jú háheilagt, og Hann hevur givið tykkum tað, fyri at tit skulu taka burtur syndaskuld samkomunnar og gera bót fyri tey fyri ásjón HARRANS. Blóðið av tí er jú ikki borið inn í halgidómin; tí skuldu tit havt etið kjøtið á hinum heilaga staði, soleiðis sum eg havi sagt við tykkum!? Men Áron svaraði Mósesi: ?Tú veitst, at teir í dag hava ofrað syndoffur og brennioffur sítt fyri ásjón HARRANS, og kortini hevur slík vanlukka* hent meg! Um eg nú hevði etið syndoffur í dag, heldur tú tá, at HARRANUM hevði líkað tað væl!? Táið Móses hoyrdi hetta, gav hann honum rætt. KAPITUL Rein og órein dýr. HARRIN talaði við Móses og Áron og segði við teir: ?Talið við Ísraelsmenn og sigið: ?Hesi eru dýrini, ið tit kunnu eta av øllum fýrføttum dýrum á jørðini: Øll dýr, ið hava kleyvar, klovnar heilt niðan, og sum jótra, tey kunnu tit eta. Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið hava kleyvar: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur; fjallagrevlingin, tí víst jótrar hann, men hann hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur; haruna, tí víst jótrar hon, men hon hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein; svínið, tí víst hevur tað kleyvar, og teir klovnar heilt niðan, men tað jótrar ikki; tað skal vera tykkum óreint. Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey; tey skulu vera tykkum órein. Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt í vatninum bæði í sjónum og í áunum sum hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta. Men tað, ið ikki hevur fjaðrar og roðslu av øllum tí, ið livir í sjónum og í áunum, av øllum tí, ið vatnið er fult av øllum livandi, sum heldur til har skal vera tykkum andstygd. Andstygd skal tað vera tykkum; fiskin av slíkum mugu tit ikki eta, og er tað deytt, skulu tit rokna kroppin á tí fyri andstygd. Alt í vatninum, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, skal vera tykkum andstygd. Hesir eru fuglarnir, ið tit skulu rokna fyri andstygd teir mugu ikki verða etnir, teir eru andstygd -: Ørnin, gripurin, sjóørnin, glentan, øll falkasløg, øll ravnasløg, strutsurin, geykurin, másin, øll heykasløg, uglan, súlan, náttuglan, tinsemetfuglurin, pelikanurin, rægripurin, storkurin, øll hegrasløg, herfuglurin og flogmúsin. Øll skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd. Av øllum skriðdýrum, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, kunnu tit tó eta tey, ið oman fyri afturbeinini hava springbein at hoppa við á markini. Av teimum kunnu tit eta hesi: Arbegrashoppur, solamgrashoppur, hargolgrashoppur og hagabgrashoppur. Men øll onnur skriðdýr, ið veingir hava og ganga á fýra beinum, skulu vera tykkum andstygd. Hesi eru dýrini, ið tit verða órein av; ein og hvør, ið nemur við kropp teirra, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds, og ein og hvør, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds -: Øll dýr, ið hava hógvar og ikki kleyvar, og sum ikki jótra, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, verður óreinur. Øll fýrføtt dýr, ið ganga á labbum, skulu vera tykkum órein; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, verður óreinur líka til kvølds; og tann, ið ber slíkt dýr deytt, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds. Órein skulu tey vera tykkum. Av smádýrum, ið á jørðini rørast, skulu hesi vera tykkum órein: Hermalínið, músin, øll fýrbeinasløg, anakan, koadýrið, leta'an, hometdýrið og tinsemetdýrið. Hesi eru tey, ið skulu vera tykkum órein millum øll smádýrini; ein og hvør, ið nemur við tey, táið tey eru deyð, skal vera óreinur líka til kvølds; og alt tað, ið eitt av hesum dýrum fellur á, táið tað er deytt, verður óreint, bæði træíløt, klæði, skinn, sekkir og annars alt, ið nýtt verður til eitt ella annað arbeiði; tað skal leggjast í vatn og er óreint líka til kvølds; tá er tað reint. Dettur eitt av teimum niður í leirílat, so verður alt tað óreint, sum í ílatinum er, og ílatið sjálvt skulu tit bróta sundur. Allur matur, alt, ið verður tilgjørt við vatni, og alt drekka, alt, ið drukkið verður tað verður óreint í slíkum ílati. Alt tað, ið slíkur deyður kroppur dettur á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, so skal hann rívast niður; hann er óreinur, og hann skal vera tykkum óreinur. Tó verða keldur og brunnar, støð, sum vatn setur at, framvegis rein; men nemur ein við sjálvan tann deyða kroppin, so verður hann óreinur. Fellur slíkur deyður kroppur á nakað slag av korni, ið nýtt verður til frækorn, so verður kornið framvegis reint. Men er vatn latið í frækornið, og tá slíkur deyður kroppur fellur á tað, so skal kornið verða tykkum óreint. Doyr okkurt av teimum fýrføttu dýrunum, ið tit nýta til føði, so skal tann, ið nemur við tann deyða kroppin, vera óreinur líka til kvølds. Tann, ið etur kjøt av slíkum deyðum kroppi, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds, og tann, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og verða óreinur líka til kvølds. Øll smádýr, ið á jørðini skríða, skulu vera tykkum andstygd; tey mugu ikki etast; hvørki tað, ið á búkinum skríður, ella tað, ið gongur á fýra beinum ella fleiri einki av øllum teimum smádýrum, ið á jørðini skríða, mugu tit eta; tí tey eru andstygd. Gerið ikki tykkum sjálv viðurstyggilig av nøkrum slíkum skriðdýrum, dálkið tykkum ikki av teimum, so tit verða órein! Tí Eg eri HARRIN Gud tykkara, og tit skulu halga tykkum og vera heiløg, tí Eg eri heilagur dálkið tykkum ikki av nøkrum av teimum skriðdýrum, ið á jørðini skríða! Tí Eg eri HARRIN, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara; og tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur. Hetta er lógin um fýrføtt dýr og fuglar og allar livandi skapningar, ið rørast í vatninum, og allar livandi skapningar, ið á jørðini skríða so at munur kann verða gjørdur á óreinum og reinum, á teimum dýrum, ið etast kunnu, og á teimum, ið ikki mugu etast.?? KAPITUL Songarkonur. HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Táið kvinna verður við barn og eigur drong, so skal hon vera órein í sjey dagar; líka nógvar dagar sum táið hon hevur mánasjúku sína, skal hon vera órein. Áttanda dagin skal yvirhúð barnsins verða umskorin. Síðani skal hon halda seg inni í dagar, meðan hon hevur reinsanarblóð sítt; hon má einki heilagt nema við og ikki koma í halgidómin, fyrrenn reinsanartíð hennara er at enda. Men er tað gentu, ið hon eigur, skal hon í tvær vikur vera órein, sum táið hon hevur mánasjúku sína, og síðani skal hon halda seg inni í dagar, meðan hon hevur reinsanarblóð sítt. Táið reinsanartíð hennara er at enda, skal hon, bæði táið hon hevur átt son, og táið hon hevur átt dóttur, koma við veturgomlum seyði til brennioffur og dúvuunga ella turtildúvu til syndoffur; hon skal koma við tí fyri dyr samkomutjaldsins, til prestin; og presturin skal ofra tað fyri ásjón HARRANS og gera bót fyri hana; so verður hon rein eftir blóðtap sítt. Hetta er lógin um kvinnu, ið eigur barn, tað veri nú drong ella gentu. Men hevur hon ikki ráð at ofra seyð, so skal hon taka tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin til brennioffur og annan til syndoffur; og presturin skal gera bót fyri hana; so verður hon rein.?? KAPITUL Spitalska á menniskjum, Á toyi og leðri, HARRIN talaði við Móses og Áron og segði: ?Táið onkur á húðina fær knútar ella útbrot ella ljósan plett, og tað tykist at gera seg til spitalsku á likami hansara, so skal verða komið við honum til Áron prest ella til ein av hinum prestunum, sonum Áron. Presturin skal hyggja at tí sjúka staðnum á húðini, og um so er, at hárini á tí sjúka staðnum eru hvítnað, og staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, og tá skal presturin, við tað sama sum hann sær tað, døma hann óreinan. Men er hvítur plettur á húðini, og hann ikki tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og hárini á honum ikki eru hvítnað, so skal presturin halda hin sjúka innistongdan í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin aftur hyggja at honum. Vísir tað seg tá, at hitt sjúka staðið sær tað sama út og hevur ikki breitt seg longur út um húðina, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar aftrat. Sjeynda dagin skal presturin uppaftur hyggja at honum. Vísir tað seg tá, at hitt sjúka staðið er bliknað og hevur ikki breitt seg longur út um húðina, so skal presturin døma hann reinan; tá er tað bert vanligt útbrot; hann skal vaska klæði síni, so er hann reinur. Men breiðir útbrotið seg um húðina, eftir at hann hevur latið prestin sýna seg til at verða dømdan reinan, so skal hann eina ferð enn lata prestin hyggja at sær. Táið presturin tá sýnar hann og sær, at útbrotið hevur breitt seg longur út um húðina, skal hann døma hann óreinan tað er spitalska. Táið ein hevur fingið spitalsku, skal verða komið til prestin við honum, og presturin skal hyggja at honum. Sær hann tá, at hvítur knútur er á húðini, sum hárini eru hvítnað á, og at vilt kjøt veksur í knútinum, so er tað gomul spitalska á húðini á likami hansara, og tá skal presturin døma hann óreinan; honum nýtist ikki at steingja hann inni, tí hann er óreinur. Men brýtur spitalskan soleiðis út á húðini, at øll húðin á hinum sjúka, frá ovast til niðast, er spitølsk, allastaðni ið presturin sær, og sær presturin, táið hann hyggur at hinum sjúka, at spitalskan hevur breitt seg út um allan kropp hansara, so skal hann døma hin sjúka reinan; hann er vorðin hvítur, allur sum hann er hann er reinur. Men við tað sama sum vilt kjøt vísir seg á honum, er hann óreinur; og táið presturin sær tað villa kjøtið, skal hann døma hann óreinan; tað villa kjøtið er óreint, tað er spitalska. Hvørvur nú tað villa kjøtið aftur, og hin sjúki verður hvítur, so skal hann koma til prestin; og vísir tað seg, táið presturin hyggur at honum, at hitt sjúka staðið er vorðið hvítt, so skal hann døma hin sjúka reinan tá er hann reinur. Fær onkur á húðina svull, ið verður grøddur, men tað so á staðnum, har svullurin var, kemur hvítur knútur ella bleikreyður plettur, so skal hann lata prestin sýna seg. Táið tá presturin hyggur at honum og sær, at staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og at hárini á tí eru hvítnað, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska, ið er brotin út, har sum svullurin var. Men sær presturin, táið hann hyggur at tí sjúka staðnum, eingi hvít hár á tí, og tykist tað ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknað, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar. Breiðir tað seg tá longur út um húðina, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska. Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki, so er tað bert arrið eftir svullin, og presturin skal døma hann reinan. Fær onkur brunasár á húðina, og kjøtið, ið veksur í brunasárinum, vísir seg sum bleikreyðan ella hvítan plett, so skal presturin hyggja at sárinum, og sær hann tá, at hárini á hinum ljósa plettinum eru hvítnað, og at hann tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, ið er brotin út í brunasárinum, og presturin skal døma hann óreinan; tað er spitalska. Men sær presturin, táið hann hyggur at hinum ljósa plettinum, eingi hvít hár á honum, og tykist hann ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknaður, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin sýna hann; hevur tá pletturin breitt seg longur út um húðina, skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska. Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki út um húðina, men er bliknaður, so er tað knútur eftir brunasárið, og presturin skal døma hann reinan; tað er bert arrið eftir brunasárið. Hevur maður ella kvinna sjúkt stað á høvdinum ella skegginum, so skal presturin hyggja at tí sjúka staðnum, og tykist tað tá at liggja djúpari enn húðin rundanum, og gul, kløn hár eru á tí, so skal presturin døma hann óreinan; tað er skurv, spitalska á høvdinum ella skegginum. Men tykist skurvið, táið presturin hyggur at tí, ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum men hárini á tí tó ikki eru svørt so skal presturin halda tann, ið skurvið hevur, innistongdan í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin hyggja at tí sjúka staðnum, og hevur skurvið tá ikki breitt seg, eru ikki gul hár komin á tað, og tykist skurvið ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, so skal tann, ið skurvið hevur, raka sær, tó ikki har sum skurvið er, og presturin skal aftur halda hann innistongdan í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin hyggja at skurvinum, og vísir tað seg nú, at skurvið hevur ikki breitt seg út um húðina, og tað ikki tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so skal presturin døma hann reinan; hann skal vaska klæði síni, so er hann reinur. Men breiðir skurvið seg út um húðina, eftir at hann er dømdur reinur, so skal presturin sýna hann; og vísir tað seg nú, at skurvið hevur breitt seg, so nýtist prestinum ikki at hyggja eftir, um gul hár eru hann er óreinur. Men sær skurvið tað sama út, og svørt hár eru vaksin á tí, so er skurvið grøtt; hann er reinur, og presturin skal døma hann reinan. Fær maður ella kvinna ljósar plettir, hvítar plettir, á húðina, so skal presturin sýna tey. Sær hann tá, at plettirnir á húð teirra eru bleikhvítir av liti, so er tað vandaleyst útbrot, sum er komið á húðina; ein slíkur er reinur. Missir ein hárið aftantil, so er hann berskøllutur hann er reinur fyri tað. Og missir hann hárið frammantil, so er hann pannuskøllutur, hann er reinur fyri tað. Men kemur bleikreyður plettur, har sum hann er berskøllutur, tað veri nú aftan ella framman á høvdinum, so er tað spitalska, ið brýtur út, har sum hann er berskøllutur, aftan ella framman á høvdinum. Tá skal presturin sýna hann, og vísir tað seg nú, at bleikreyður knútur er, har sum hann er berskøllutur, aftan ella framman á høvdinum, vorðin sum spitalska aðrastaðni á húðini, so er hesin persónur spitalskur, hann er óreinur, presturin skal døma hann óreinan; hann hevur fingið sjúkuna á høvdið. Tann, ið hevur fingið spitalsku, klæði hansara skulu verða skrædd, hár hansara skal vaksa, sum tað vil, hann skal balla klæði um skegg sítt og rópa: ?Óreinur, óreinur!? So leingi sum hann hevur sjúkuna, skal hann vera óreinur; óreinur er hann, hann skal búgva fyri seg sjálvan; uttanfyri tilhaldið skal bústaður hansara vera. Táið spitalska kemur á plagg, tað veri nú av ull ella av líni, ella á vovið ella bundið toy, tað veri nú av líni ella ull, ella á leður ella okkurt, ið er av leðri, og plettirnir á plagginum, leðrinum, tí vovna ella bundna toyinum, ella tí, ið er av leðri, vísa seg at vera grønligir ella reydligir, so er tað spitalska og skal verða sýnað av prestinum. Táið presturin hevur sýnað skaðan, skal hann lata tað, ið plettirnir eru á, vera innan læstar dyr í sjey dagar. Sær hann nú sjeynda dagin, at plettirnir hava breitt seg longur útum á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum, leðrinum, ella tí, ið er av leðri, so er tað spitalska av ringasta slagi tað er óreint og skal brennast, tað veri nú plagg ella vovið ella bundið toy av ull ella av líni, ella nakað, ið er av leðri, sum plettirnir eru á tað er spitalska av ringasta slagi, tað skal brennast. Men sær presturin, táið hann hyggur at tí, at plettirnir hava ikki breitt seg longur útum á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum, ella hesum, ið er av leðri, so skal hann lata tað, ið plettirnir eru á, vaska, og hann skal uppaftur halda tað innan læstar dyr í sjey dagar. Táið hann tá sýnar tað, eftir at tað er vaskað, og plettirnir síggja tað sama út, tá er tað óreint, um skaðin so ikki hevur breitt seg longur útum; tú skalt brenna tað, tað er av tí slagnum, ið etur seg inn á rættuni ella á ranguni. Men vísir tað seg, táið presturin sýnar tað, at plettirnir á plagginum, leðrinum ella tí vovna ella bundna toyinum eru bliknaðir, eftir at tað er vaskað, so skal hann skræða tað av, sum plettirnir eru á. Koma tá plettirnir aftur seinni, á plagginum, tí vovna ella bundna toyinum ella tí, ið er av leðri hvat tað nú vera má so er tað spitalska, ið brýtur út; tú skalt brenna tað, ið plettirnir eru komnir á. Men tað plagg, tað vovna ella bundna toy, ella tað av leðri hvat tað nú vera má sum plettirnir fara av, táið tað verður vaskað, skal uppaftur vaskast, so er tað reint. Hetta er lógin um spitalsku á plaggi av ull ella av líni, ella á vovnum ella bundnum toyi, ella á onkrum, ið er av leðri hvat tað nú vera má lógin, ið tað skal dømast reint ella óreint eftir.? KAPITUL Reinsan spitalskra, Spitalska á húsum, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Hetta er lógin um, hvussu gjørt skal verða, táið ein, ið hevur verið spitalskur, skal reinsast: Hann skal verða leiddur fram fyri prestin, og presturin skal fara út um tilhaldið og sýna hann; vísir tað seg nú, at spitalskan er grødd á hinum spitalska, so skal presturin geva boð um, at tikið skal verða fyri tann, ið letur seg reinsa, tveir livandi, reinir fuglar, sedrisviður, skarlaksreytt tógv og isopur. Presturin skal geva boð um, at annar fuglurin skal verða dripin yvir leirílati við vatni úr keldu ella á. So skal hann taka hin livandi fuglin, sedrisviðin, hitt skarlaksreyða tógvið og isopin, og drepa tað alt samalt eisini hin livandi fuglin niður í blóð fuglsins, ið dripin varð yvir keldu- ella áarvatninum, og sletta tað sjey ferðir á tann, ið letur seg reinsa eftir spitalsku, og soleiðis reinsa hann; síðani skal hann lata hin livandi fuglin flúgva út yvir markina. Tann, ið letur seg reinsa, skal vaska klæði síni, raka alt hárið av sær og tváa sær í vatni; so er hann reinur. Hann kann tá fara inn í tilhaldið; men í sjey dagar skal hann halda seg uttan fyri tjald sítt. Sjeynda dagin skal hann raka alt hár av sær, hárið á høvdinum, skeggið, eygnabrýrnar alt hár skal hann raka av sær; og hann skal vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni so er hann reinur. Áttanda dagin skal hann taka tvey lýtaleys veðurlomb og lýtaleysa gimbur, og til matoffur tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju, og logg av olju. So skal presturin, ið stendur fyri reinsanini, leiða tann, ið letur seg reinsa, og allar hesar offurgávur fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins. Nú skal presturin taka annað veðurlambið og bera tað fram sum skyldoffur, saman við hesi loggini av olju, ið til hoyrir, og hann skal sveiggja tað fyri ásjón HARRANS. Lambið skal verða dripið, har sum syndofrið og brenniofrið verða dripin, á hinum heilaga staði; tí eins og syndofrið, so hoyrir eisini skyldofrið prestinum til; tað er háheilagt. Síðani skal presturin taka av blóði skyldoffursins og smyrja tað á høgru oyralippu hansara, ið reinsaður verður, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara. Og presturin skal taka av tí loggini av olju, ið til hoyrir, og stoyta í vinstra lógva sín; so skal hann drepa høgra fremstafingur í oljuna, ið hann hevur í vinstra lógva, og sletta oljuna við fingrinum sjey ferðir fyri ásjón HARRANS. Av oljuni, ið hann hevur eftir í lógvanum, skal presturin smyrja á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara, uttan á blóðið úr skyldofrinum. Og oljuna, ið hann nú hevur eftir í lógvanum, skal presturin stoyta á høvd hansara, ið letur seg reinsa. Soleiðis skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS. So skal presturin ofra syndofrið, so tann, ið letur seg reinsa, kann fáa bót fyri óreinsku sína; síðani skal hann drepa brenniofrið. Táið presturin tá hevur ofrað brenniofrið og matofrið á altarinum, og soleiðis gjørt bót fyri hann, er hann reinur. Men er hann fátækur og hevur ikki ráð at lata so nógv, so skal hann taka eitt veðurlamb til skyldoffur tað skal verða sveiggjað til bót fyri hann og tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, ið er blandað við olju, til matoffur, logg av olju og tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar eftir sum hann nú hevur ráð til; annar fuglurin skal vera til syndoffur, og annar til brennioffur. Áttanda dagin eftir at hann er vorðin reinur, skal hann bera hetta fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins, og fáa prestinum tað. Presturin skal taka skyldoffurlambið og loggina av olju, ið til hoyrir, og sveiggja tað fyri ásjón HARRANS. So skal skyldoffurlambið verða dripið, og presturin skal taka av blóði skyldoffursins og smyrja tað á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara. Og presturin skal stoyta av oljuni í vinstra lógva sín, og við høgra fremstafingri skal hann sletta sjey ferðir fyri ásjón HARRANS av oljuni, ið hann hevur í vinstra lógva. Av oljuni, ið hann hevur í lógvanum, skal presturin smyrja á høgru oyralippu hansara, ið letur seg reinsa, og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti hansara, uttan á blóðið úr skyldofrinum. Og oljuna, ið hann nú hevur eftir í lógvanum, skal presturin hella á høvd hansara, ið letur seg reinsa til at gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS. Nú skal hann ofra aðra turtildúvuna ella annan dúvuungan tað, ið hann nú hevur havt ráð at lata sum syndoffur og hin fuglin sum brennioffur, saman við matofrinum; soleiðis skal presturin fyri ásjón HARRANS gera bót fyri tann, ið letur seg reinsa. Hetta er lógin um tann, ið hevur havt spitalsku og ikki hevur ráð at koma við tí vanliga ofrinum, táið hann skal reinsast.? HARRIN talaði við Móses og Áron og segði: ?Táið tit koma inn í Kána'ansland, sum Eg gevi tykkum í ogn, og Eg lati spitalsku koma á okkurt hús í landinum, sum tit fáa í ogn, so skal hann, ið húsið eigur, fara og lata prestin vita tað og siga: ?Tað sær mær út, sum spitalska er komin á húsið!? Presturin skal tá geva boð um, at alt skal verða borið út úr húsinum, áðrenn hann kemur at hyggja at plettunum so ikki alt, sum í húsinum er, skal verða óreint; síðani skal hann koma at sýna húsið. Vísir tað seg nú, táið hann hyggur at plettunum, at plettirnir á veggjum hússins eru grønligar ella reydligar kullur, sum tykjast at liggja djúpari enn veggurin rundanum, so skal hann fara út at durunum og út úr húsinum og halda tað læst í sjey dagar. Sjeynda dagin skal presturin koma aftur og hyggja at, og vísir tað seg nú, at plettirnir hava breitt seg út um veggir hússins, so skal hann geva boð um, at steinarnir, ið plettirnir eru á, skulu verða tiknir út og kastaðir út um býin á óreint stað. Húsið skal verða skavað innan, alt sum tað er, og leirið, ið skavað verður burturav, skal stoytast uttan fyri býin á óreinum staði. So skulu aðrir steinar verða tiknir og laðaðir uppí aftur í staðin fyri hinar, og húsið skal verða klínt við nýggjum leiri. Bróta tá plettirnir út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru út tiknir, og húsið skavað og klínt, so skal presturin koma og sýna húsið; vísir tað seg tá, at plettirnir hava breitt seg á húsinum, so er tað spitalska av ringasta slagi á húsinum; tað er óreint. Tá skal húsið verða niðurrivið, grót, viður og alt leirið, og tað skal verða beint út um býin, á óreint stað. Tann, ið fer inn í húsið, teir dagarnar ið tað stendur læst, verður óreinur líka til kvølds; tann, ið svevur í tí, skal vaska klæði síni, og tann, ið etur í tí, skal vaska klæði síni. Men vísir tað seg, táið presturin kemur og sýnar húsið, at plettirnir hava ikki breitt seg á tí, eftir at tað er klínt, so skal hann døma húsið reint; tí tá er hitt ónda burtur. Tá skal hann, fyri at húsið kann verða reinsað, taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlaksreytt tógv og isop. Annan fuglin skal hann drepa yvir leirílati við vatni úr keldu ella á; síðani skal hann taka sedrisviðin, isopin, hitt skarlaksreyða tógvið og hin livandi fuglin og drepa tað niður í blóð fuglsins, ið dripin er, og í keldu- ella áarvatnið, og sletta á húsið sjey ferðir. Táið hann soleiðis hevur reinsað húsið við fuglablóðinum, keldu- ella áarvatninum, hinum livandi fuglinum, sedrisviðinum, isopinum og hinum skarlaksreyða tónum, skal hann sleppa hinum livandi fuglinum út úr býnum og lata hann flúgva út yvir markina. Soleiðis skal hann gera bót fyri húsið; so er tað reint. Hetta er lógin um alskyns spitalsku og skurv, um spitalsku á klæðum og húsum og um knútar, útbrot og ljósar plettir á húðini, so vitast kann, nær okkurt er óreint, og nær tað er reint.? Hetta var lógin um spitalsku. KAPITUL Óreinska hjá monnum og kvinnum. HARRIN talaði framvegis við Móses og Áron og segði: ?Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: ?Táið maður hevur útflot úr blygd síni, so ger hetta útflotið hann óreinan. Og viðvíkjandi óreinsku hansara, meðan hann hevur útflotið, so er hetta fyriskipanin: Hann er óreinur, bæði táið blygd hansara gevur útflotið frá sær, og táið hon heldur tí aftur. Hvør lega, sum tann, ið hevur útflot, liggur á, skal vera órein, og hvør sessur, ið hann situr á, skal vera óreinur. Tann, ið nemur við legu hansara, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Tann, ið situr á sessi, sum tann, ið hevur útflot, hevur sitið á, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Tann, ið nemur við ein, ið hevur útflot, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Kemur tann, ið hevur útflot, at spýta á ein, ið er reinur, so skal hesin vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Alt tað, sum tann, ið hevur útflot, situr á, táið hann fer eina ferð, skal vera óreint. Tann, sum nemur við nakað, ið hann hevur ligið ella sitið á, skal vera óreinur líka til kvølds; tann, ið ber nakað slíkt, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Ein og hvør, sum tann, ið hevur útflot, nemur við uttan at hava skolað hendurnar í vatni, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Leirílat, sum tann, ið hevur útflot, nemur við, skal brótast; men er tað træílat, skal tað skolast í vatni. Táið tann, ið hevur útflot, sleppur frá útflotinum, skal hann telja sjey dagar fram, frá tí degi hann varð reinur, og so vaska klæði síni og tváa likami sínum í keldu- ella áarvatni; so er hann reinur. Og áttanda dagin skal hann taka sær tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar og koma fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins, og fáa prestinum fuglarnar. So skal presturin ofra teir, annan sum syndoffur og annan sum brennioffur; soleiðis skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS, so at hann verður reinur eftir útflot sítt. Táið sáð gongur frá manni, skal hann tváa øllum likami sínum í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Øll klæði og alt av skinni, sum sáð kemur á, skal vaskast í vatni og vera óreint líka til kvølds. Táið maður liggur hjá kvinnu, og sáð gongur frá honum, skulu tey tváa sær í vatni og vera órein líka til kvølds. Táið kvinna hevur mánasjúku sína, og blóð flýtur úr blygd hennara, er hon órein í sjey dagar. Ein og hvør, ið nemur við hana, skal vera óreinur líka til kvølds. Alt, ið hon liggur á, meðan hon hevur mánasjúku sína, skal vera óreint, og alt, ið hon situr á, skal vera óreint. Tann, ið nemur við legu hennara, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Tann, ið nemur við sess, ið hon hevur sitið á, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Nemur onkur við nakað, ið hevur ligið á legu hennara ella á sessinum, ið hon hevur sitið á, so skal hann vera óreinur líka til kvølds. Liggur maður hjá henni, og óreinska hennara kemur á hann, so skal hann vera óreinur í sjey dagar, og hvør lega, ið hann liggur á, skal vera órein. Men táið kvinna missir blóð í longri tíð uttan at tað er mánasjúkutíð hennara ella táið hon hevur mánasjúku sína og missir blóð út um ta vanligu tíðina, so skal hon, alla ta tíð hon hevur hetta óreina útflot, vera, sum teir dagarnar hon hevur mánasjúku sína hon skal vera órein. Hvør lega, ið hon liggur á, so leingi sum hon hevur útflotið, skal vera órein, eins og lega hennara táið hon hevur mánasjúku sína, og hvør sessur, ið hon situr á, skal vera óreinur, eins og táið hon hevur mánasjúku sína. Ein og hvør, ið nemur við tað, verður óreinur og skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds. Men táið hon sleppur frá útflotinum, skal hon telja sjey dagar fram so er hon rein. Og áttanda dagin skal hon taka sær tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar og koma við teimum til prestin, at durum samkomutjaldsins. Presturin skal ofra annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur; soleiðis skal presturin gera bót fyri hana fyri ásjón HARRANS, so hon verður rein eftir óreina útflot sítt. Tit skulu vara Ísraelsmenn við óreinsku teirra, so teir ikki koma at doyggja í óreinsku síni, táið teir gera tabernakul Mítt, sum reist er millum teirra, óreint. Hetta er lógin um menn, ið hava útflot, og sum sáð gongur frá, so teir verða óreinir av tí, og um kvinnur, ið hava mánasjúku sína um tann, ið hevur okkurt útflot, tað veri nú maður ella kvinna og um menn, ið liggja hjá óreinum kvinnum.?? KAPITUL Stóra bótarhátíðin. Táið teir báðir synir Áron vóru deyðir teir, sum doyðu fyri tað, at teir stigu fram fyri ásjón HARRANS tá talaði HARRIN við Móses og segði við hann: ?Sig við Áron, bróður tín, at hann má ikki eina og hvørja tíð fara inn í halgidómin, inn um forhangið, fram at náðistólinum, sum er á ørkini fyri at hann skal ikki doyggja! Tí Eg opinberi Meg í skýnum yvir náðistólinum. Bert soleiðis skal Áron koma inn í halgidómin: Við ungum tarvi til syndoffur og veðri til brennioffur. Hann skal lata seg í heilagan undirkyrtil av líni, vera í buksum av líni uttan á blygd síni, binda belti av líni um seg og húgvu av líni um høvd sítt; hetta eru hini heiløgu klæðini; og hann skal tváa likami sínum í vatni, áðrenn hann fer í tey. Samkoma Ísraelsmanna skal lata hann fáa tveir bukkar til syndoffur og veðr til brennioffur. Nú skal Áron leiða fram tarvin sum er til syndoffur fyri hann sjálvan og gera bót fyri seg og hús sítt. Síðani skal hann taka bukkarnar báðar og leiða teir fram fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins. Áron skal kasta lut um bukkarnar, ein lut fyri HARRAN og ein fyri Azazel. Bukkin, ið lutur HARRANS fellur á, skal Áron leiða fram og ofra sum syndoffur; men bukkurin, ið lutur Azazels fellur á, skal verða leiddur livandi fram fyri ásjón HARRANS, fyri at bót kann verða gjørd við honum, og so skal hann verða sleptur út í oyðimørkina til Azazel. Áron skal soleiðis leiða fram tarvin sum er til syndoffur fyri hann sjálvan og gera bót fyri seg og hús sítt; hann skal drepa syndoffurtarv sín. So skal hann taka eldpannu, fulla av glóðum av altarinum, ið stendur fyri ásjón HARRANS, og tveir nevar av stoyttum, angandi roykilsi, og bera tað inn um forhangið. Hann skal leggja roykilsið á eldin fyri ásjón HARRANS, so roykurin av roykilsinum fjalir náðistólin, sum er yvir vitnisburðinum fyri at hann skal ikki doyggja. So skal hann taka av blóði tarvsins og sletta við fingrinum frammantil á náðistólin; og framman fyri náðistólin skal hann við fingrinum sletta av blóðinum sjey ferðir. Síðani skal hann drepa bukkin, ið skal vera syndoffur fyri fólkið, bera blóð hansara inn um forhangið og gera við tað, sum hann gjørdi við blóð tarvsins, sletta tað á náðistólin og framman fyri náðistólin. Soleiðis skal hann gera bót fyri halgidómin og reinsa hann frá óreinsku Ísraelsmanna og frá øllum lógbrotum teirra, øllum syndum teirra; á sama hátt skal hann gera við samkomutjaldið, ið hjá teimum stendur, mitt í óreinsku teirra. Einki menniskja má vera í samkomutjaldinum, frá tí hann fer inn at gera bót í halgidóminum, og inntil hann kemur út aftur. Soleiðis skal hann gera bót fyri seg sjálvan, fyri hús sítt og fyri alla samkomu Ísraels. So skal hann fara út til altarið, ið stendur fyri ásjón HARRANS, og gera bót fyri tað; hann skal taka av tarvablóðinum og av bukkablóðinum og smyrja tað rundanum, á altarhornini; og hann skal sjey ferðir sletta av blóðinum á tað við fingrunum og soleiðis reinsa tað og halga tað frá óreinsku Ísraelsmanna. Táið hann so er liðugur at gera bót fyri halgidómin, samkomutjaldið og altarið, skal hann leiða fram hin livandi bukkin. Áron skal leggja báðar hendur á høvd hins livandi buks og játta yvir honum allar misgerðir Ísraelsmanna og øll lógbrot teirra allar syndir teirra; hann skal leggja tað á høvd buksins og síðani lata mann sum stendur til reiðar til hetta sleppa honum út í oyðimørkina. Bukkurin skal tá bera allar misgerðir teirra út í oyðið land; bukkurin skal verða sleptur út í oyðimørkina. Síðani skal Áron fara inn í samkomutjaldið, lata seg úr línklæðunum, sum hann fór í, táið hann fór inn í halgidómin, og leggja tey har. So skal hann tváa likami sínum í vatni á heiløgum staði, lata seg í vanligu klæði síni og fara út og ofra sítt egna brennioffur og brenniofrið fyri fólkið og soleiðis gera bót fyri seg og fyri fólkið. Tað feita av syndofrinum skal hann brenna á altarinum. Tann, ið sleppir bukkinum út til Azazel, skal vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni; tá fyrsta kann hann koma inn í tilhaldið. Men syndoffurtarvurin og syndoffurbukkurin, hvørja blóð varð borið inn í halgidómin at gera bót við, teir skulu verða bornir út um tilhaldið og brendir, bæði húð, kjøt og gor. Tann, ið brennir teir, skal vaska klæði síni og tváa likami sínum; so kann hann koma inn í tilhaldið. Hetta skal vera tykkum ævig lóg: Tann tíggjunda í sjeynda mánaði skulu tit fasta og einki arbeiði gera bæði hin innføddi og hin fremmandi, ið hjá tykkum býr. Tí tann dagin skal bót gerast fyri tykkum fyri at reinsa tykkum, so tit verða rein fyri HARRANUM frá øllum syndum tykkara. Hvílusabbatur skal hann vera tykkum, og tit skulu tá fasta; ævig lóg skal hetta vera. Tann presturin, ið verður salvaður og vígdur til at gera prestatænastu eftir faðir sín, skal vera tann, ið ger bót; hann skal fara í línklæðini, hini heiløgu klæðini, og hann skal gera bót fyri hitt alraheilagasta, samkomutjaldið og altarið; prestarnar og alt fólkið í samkomuni skal hann gera bót fyri. Hetta skal vera tykkum ævig lóg, at bót verður gjørd fyri Ísraelsmenn eina ferð um árið fyri at reinsa tey frá øllum syndum teirra.? Áron gjørdi, sum HARRIN hevði givið Mósesi boð um. KAPITUL Forboð fyri at ofra aðrastaðni enn við halgidómin, Forboð fyri at nýta blóð sum føði, Um sjálvdeyð og sundurskrædd dýr, HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tala við Áron og synir hansara og við allar Ísraelsmenn og sig við teir: ?Hetta er tað, ið HARRIN hevur boðið: Hvør maður av húsi Ísraels, sum drepur neyt, seyð ella geit í tilhaldinum ella uttan fyri tað og leiðir ikki kríatúrið fram at durum samkomutjaldsins fyri at bera HARRANUM fram offur framman fyri tabernakul Hansara tí manni skal hetta verða tilroknað sum blóðskyld; hann hevur úthelt blóð, maðurin skal verða týndur úr fólki sínum. Hetta er fyriskipað, fyri at Ísraelsmenn skulu koma til HARRAN við drápskríatúrum sínum, sum teir eru vanir at drepa úti á markini, leiða tey fram at durum samkomutjaldsins til prestin, og ofra tey sum takkoffur til HARRAN. Presturin skal tá sletta blóðið á altar HARRANS, sum stendur fyri durum samkomutjaldsins, og brenna tað feita til góðan anga fyri HARRANUM. Teir mugu ikki longur ofra sláturoffur síni til hinar illu andar, sum teir í trúleysum fráfalli renna eftir. Hetta skal vera teimum ævig lóg, mann eftir mann.? Hetta skalt tú siga við teir: ?Um onkur av húsi Ísraels ella av teimum fremmandu, ið hjá tykkum búgva, ofrar brennioffur ella sláturoffur og ikki leiðir tað fram at durum samkomutjaldsins og ofrar tað til HARRAN, so skal tann maður týnast úr fólki sínum. Um onkur av húsi Ísraels ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, etur nakað sindur av blóði, so vendi Eg ásjón Míni móti tí, sum blóðið etur, og týni hann úr fólki hansara. Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí. Tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: ?Eingin av tykkum má eta blóð; heldur ikki hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, má eta blóð.? Táið onkur av Ísraelsmonnum ella av teimum fremmandu, ið hjá teimum búgva, veiðir vilt dýr ella fugl av teimum, ið loyvi er at eta so skal hann lata blóðið renna út og koyra mold út yvir tað. Tí blóðið er sálin í øllum kjøti sálin er í tí; tí havi Eg sagt við Ísraelsmenn: ?Tit mugu ikki eta blóðið úr nøkrum kjøti; tí blóðið er sálin í øllum kjøti; ein og hvør, ið etur tað, skal verða týndur.? Ein og hvør, ið etur sjálvdeyð ella sundurskrædd dýr hann veri nú av Ísrael ella fremmandur skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds tá er hann reinur. Men vaskar hann ikki klæði síni og tváar sær, so skal hann bøta fyri misgerð sína.?? KAPITUL Um siðloysi. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tit mugu ikki bera tykkum at, sum tey bera seg at í Egyptalandi, har sum tit hava búð, ei heldur, sum tey bera seg at í Kána'anslandi, sum Eg lati tykkum koma í tit mugu ikki fylgja eftir siðum teirra. Eftir boðum Mínum skulu tit gera, og lógir Mínar skulu tit halda, so tit fylgja eftir teimum. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Ja, tit skulu halda lógir Mínar og boð Míni; tað menniskja, ið ger eftir teimum, skal liva við teimum Eg eri HARRIN! Eingin av tykkum má koma nakrari kvinnu nær, sum er nærskyld við hann, so hann lyftir burtur av blygd hennara. Eg eri HARRIN! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirs tíns við at lyfta burtur av blygd móður tínar; hon er móðir tín, tú mást ikki lyfta burtur av blygd hennara! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd konu faðirs tíns tað er blygd faðirs tíns! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd systur tínar hon veri nú dóttir faðir tín ella dóttir móður tína, hon veri nú fødd heima ella uttan fyri heimið. Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonardóttur ella dótturdóttur tínar tað er tín egna blygd! Blygd dóttur konu faðirs tíns sum hon eigur við faðir tínum mást tú ikki lyfta burtur av hon er systir tín! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirsystur tínar hon er nærskyld við faðir tín! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd móðursystur tínar hon er nærskyld við móður tína! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd pápabeiggja tíns konu hansara mást tú ikki koma nær; hon er faðirsystir tín! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonarkonu tínar; hon er kona son tín, burtur av blygd hennara mást tú ikki lyfta! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd bróðurkonu tínar tað er blygd bróður tíns! Hevur tú lyft burtur av blygdini á eini kvinnu, so mást tú ikki eisini lyfta burtur av blygd dóttur hennara; heldur ikki sonardóttur ella dótturdóttur hennara mást tú taka og lyfta burtur av blygd teirra; tær eru jú nærskyldar við hana, slíkt er skammiligur atburður! Tú mást ikki giftast við konusystur tíni, meðan kona tín livir, so at tú setur ilt ímillum tær við at lyfta burtur av blygdini á báðum. Tú mást ikki koma kvinnu nær og lyfta burtur av blygd hennara, meðan hon hevur mánasjúku sína. Tú mást ikki liggja hjá konu næsta tíns og gera teg óreinan við henni. Tú mást ikki geva avkom títt at verða ofrað til Molok; tú mást ikki vanhalga navn Guds tíns. Eg eri HARRIN! Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu tað er andstygd! Tú mást ikki hava við nakað kríatúr at gera og gera teg óreinan við tí; ei heldur má nøkur kvinna lata nakað kríatúr hava við seg at gera tað er skemdargerð! Gerið tykkum ikki órein við nøkrum slíkum! Við øllum slíkum gjørdu tey seg órein, heidningafólkini, ið Eg reki út fyri tykkum. Av hesum varð landið óreint, og Eg heimsøkti tað fyri misgerð teirra, so at landið spýði út íbúgvar sínar. Haldið tit tí lógir Mínar og boð Míni, bæði tit sjálv og hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, og gerið ongar av hesum viðurstyggiligu gerðum! Tí alt hetta viðurstyggiliga gjørdu tey, ið búðu í landinum fyri tykkum, og soleiðis varð landið óreint. Annars skal landið spýggja tykkum út, tí tit gera tað óreint, sum tað spýði út fólkið, ið var har fyri tykkum. Tí ein og hvør, ið ger okkurt av hesum viðurstyggiliga, skal verða týndur úr fólki sínum ja, hvør tann, ið slíkt ger! Aktið tí eftir boðunum, ið Eg gevi tykkum, og takið ikki eftir nøkrum av teimum viðurstyggiligu siðum, ið tey hava havt undan tykkum, so tit gera tykkum órein við teimum! Eg eri HARRIN Gud tykkara!?? KAPITUL Ymiskar fyriskipanir. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við alla samkomu Ísraelsmanna og sig við tey: ?Tit skulu vera heiløg; tí Eg, HARRIN Gud tykkara, eri heilagur! Hvør og ein av tykkum skal óttast móður sína og faðir sín. Sabbatar Mínar skulu tit halda. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tit mugu ikki venda tykkum til avgudarnar og ikki gera tykkum stoyptar gudar. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Táið tit ofra HARRANUM takkoffur, skulu tit ofra tað so, at Hann kann hava gleði av tykkum. Sama dag, ið tit ofra tað, skal tað etast, ella eisini dagin eftir; men tað, ið eftir er triðja dagin, skal brennast. Verður tað etið triðja dagin, so er tað andstygd; tá hevur HARRIN ikki gleði av tí; og tann, ið etur tað, skal bøta fyri misgerð sína, tí hann hevur vanhalgað tað, ið var HARRANUM halgað; tað menniskja skal týnast úr fólki sínum. Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna. Tú mást ikki henta berini, ið eftir sita á trøunum, táið tú hevur heystað av víngarði tínum, ella henta upp tey, ið niður eru dottin; tey skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tit mugu ikki stjala. Tit mugu ikki lúgva. Tit mugu ikki svíkja hvør annan. Tit mugu ikki svørja uppá lygn um navn Mítt, so tú vanhalgar navn Guds tíns. Eg eri HARRIN! Tú mást ikki við órætti taka nakað frá næsta tínum, ei heldur ræna nakað frá honum. Lønina hjá dagløntum manni mást tú ikki hava liggjandi hjá tær inntil morgunin eftir. Tú mást ikki banna hinum deyva, ei heldur leggja nakað at falla um fyri hin blinda tú skalt óttast Gud tín! Eg eri HARRIN! Tit mugu ikki gera órætt, táið tit halda rættargang; tú skalt ikki halda við einum, fyri tað at hann hevur lítið at týða, ei heldur fara í part við ein, fyri tað at hann er mektigur; tú skalt døma næsta tín við rættvísi! Tú mást ikki ganga um og spilla fólk út. Tú mást ikki liggja næsta tínum eftir lívinum. Eg eri HARRIN! Tú mást ikki í hjartanum hava agg til bróður tín, nei, tú skalt hava at næsta tínum, so tú dregur ikki synd oman yvir teg fyri hansara skuld. Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. Eg eri HARRIN! Haldið lógir Mínar! Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í. Táið maður liggur hjá kvinnu og hevur við hana at gera, og hon er trælkvinna, hjákona annars mans, og hvørki leyskeypt ella frígivin, so skulu tey verða revsað; men lívið skulu tey ikki lata, við tað at hon var ikki frí kvinna. Men hann skal koma fram fyri HARRAN, at durum samkomutjaldsins, við skyldofri sínum, skyldoffurveðri. Við skyldoffurveðrinum skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS fyri syndina, ið hann hevur gjørt; so fær hann fyrigeving fyri syndina, ið hann hevur gjørt. Táið tit koma inn í landið og planta alskyns frukttrø, so skulu tit rokna hin fyrsta ávøkst teirra at vera yvirhúð teirra; í trý ár skulu tit rokna tey sum óumskorin og ikki eta av teimum. Fjórða árið skal allur ávøkstur teirra við gleðihátíð vígast HARRANUM. Ikki fyrrenn fimta árið skulu tit eta ávøkst teirra; so skulu tey bera tykkum so mikið meiri eftirsíðani. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand. Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum. Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. Eg eri HARRIN! Tú mást ikki vanhalga dóttur tína við at lata hana verða skøkju, so landið fellur til skøkjulív og fyllist við siðloysi. Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ótta. Eg eri HARRIN! Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tú skalt reisa teg fyri hinum gráu hárum og heiðra hin gamla; tú skalt óttast Gud tín. Eg eri HARRIN! Táið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann; sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tit mugu ikki gera órætt, hvørki í dómi, í máti, í vokt ella í máli; beina vekt, røtt lodd, rætta efu og rætta hin skulu tit hava. Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi! Aktið eftir øllum lógum og boðum Mínum, og haldið tey! Eg eri HARRIN!?? KAPITUL Straff fyri ymiskar syndir. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn: ?Hendir tað, at onkur Ísraelsmaður ella onkur av teimum fremmandu, ið hjá Ísrael búgva, gevur Molok avkom sítt, so skal hann lata lív; fólkið í landinum skal steina hann. Eg skal sjálvur seta ásjón Mína móti tí manni og týna hann úr fólki hansara, aftur fyri at hann gav Molok avkom sítt og gjørdi halgidóm Mín óreinan og vanhalgaði heilaga navn Mítt. Um so fólkið í landinum letst ikki at síggja tað og straffar ikki slíkan mann við deyðanum, táið hann gevur Molok avkom sítt, so skal Eg sjálvur seta ásjón Mína móti hesum manni og ætt hansara, og hann og øll tey, ið fylgja honum eftir og í trúleysum fráfalli renna eftir Molok, skal Eg týna úr fólki teirra. Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess. Halgið tykkum og verið heiløg, tí Eg eri HARRIN Gud tykkara! Aktið eftir lógum Mínum og haldið tær! Eg eri HARRIN, sum halgar tykkum! Hvør tann, ið bannar faðir ella móður, skal lata lív; hann hevur bannað faðir sínum og móður síni blóðskyld hvílir á honum! Drívur onkur hor við konu annars mans, við konu næsta síns, so skulu tey bæði lata lív, maðurin og kvinnan, sum hava drivið hor. Liggur maður hjá konu faðirs síns, so hevur hann lyft burtur av blygd faðirs síns; tey skulu bæði lata lív, blóðskyld hvílir á teimum! Liggur maður hjá sonarkonu síni, so skulu tey bæði lata lív; tey hava gjørt skemdarverk, blóðskyld hvílir á teimum! Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum! Giftist maður við kvinnu og móður hennara, so er tað skammiligur atburður; bæði hann og kvinnurnar skulu verða brend; slíkur skammiligur atburður má ikki vera millum tykkara! Maður, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív; og kríatúrið skulu tit drepa. Kemur kvinna nøkrum kríatúri nær og hevur við tað at gera, so skalt tú drepa bæði kvinnuna og kríatúrið; tey skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum! Tekur maður systur sína, dóttur faðir sín ella dóttur móður sína, til konu, so hann sær blygd hennara, og hon sær blygd hansara, so er hetta skammiligur atburður; tey skulu verða týnd fyri eygum fólks síns; hann hevur lyft burtur av blygd systur sínar, hann skal bøta fyri misgerð sína! Liggur maður hjá kvinnu, meðan hon hevur mánasjúku sína, og lyftir burtur av blygd hennara, so hevur hann gjørt keldu hennara bera, og hon hevur gjørt blóðkeldu sína bera; tey skulu bæði týnast úr fólki sínum! Tú mást ikki lyfta burtur av blygd móðursystur ella faðirsystur tínar; tí tann, ið hetta ger, hann ger blygdina bera á einari, ið er nærskyld við hann; tey skulu bøta fyri misgerð sína! Liggur maður hjá konu pápabeiggja síns, so hevur hann lyft burtur av blygd pápabeiggja síns; tey skulu bøta fyri misgerð sína og doyggja barnleys! Tekur maður konu bróður síns, so er tað skammleysur atburður; hann hevur lyft burtur av blygd bróður síns, tey skulu verða barnleys! Aktið eftir øllum lógum og boðum Mínum og haldið tey, so ikki landið, ið Eg leiði tykkum inn at búgva í, spýr tykkum út! Takið ikki eftir siðunum hjá tí fólki, ið Eg reki burtur fyri tykkum! Alt slíkt gjørdu tey; tí buðu tey Mær ímóti, og Eg segði við tykkum: ?Tit skulu fáa land teirra í ogn, Eg gevi tykkum tað at eiga, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi.? Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum hevur skilt tykkum frá øllum øðrum fólkasløgum! Tit skulu gera mun á reinum og óreinum dýrum og reinum og óreinum fuglum, so tit ikki gera tykkum sjálv til andstygd við teimum dýrum, teimum fuglum ella tí, sum á jørðini skríður øllum tí, sum Eg havi skilt út og sagt, at tit skulu rokna tað óreint. Tit skulu vera Mær heiløg; tí Eg, HARRIN, eri heilagur, og Eg havi skilt tykkum frá øllum øðrum fólkasløgum at vera Míni. Táið onkur maður ella kvinna fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.?? KAPITUL Fyriskipanir fyri prestarnar. HARRIN segði við Móses: ?Tala við prestarnar, synir Áron, og sig við teir: ?Prestur má ikki gera seg óreinan millum fólk sítt við at nema við lík, uttan so tað er eitt av næsta skyldfólki hansara, móðir, faðir, sonur, dóttir, bróðir, ella systir um so er at hon var moyggj og enn hoyrdi ættini til ikki var burturgift; við henni kann hann gera seg óreinan. Hann má ikki gera seg óreinan; tí hann er høvdingi millum fólk sítt, hann má ikki vanhalga seg. Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið. Heilagir skulu teir vera fyri Gudi sínum og ikki vanhalga navn Guds síns; tí teir bera fram eldoffur HARRANS, mat Guds síns; tí skulu teir vera heilagir. Eingin av teimum má giftast við skøkju ella kvinnu, ið vanærd er, heldur ikki við kvinnu, ið maðurin hevur rikið frá sær; tí presturin er heilagur fyri Gudi sínum. Tú skalt rokna hann heilagan; tí hann ber fram mat Guds tíns; hann skal vera tær heilagur, tí heilagur eri Eg, HARRIN, sum halgar tykkum. Táið prestadóttir vanhalgar seg við skøkjulívi, vanhalgar hon faðir sín; hon skal brennast á báli. Tann, ið høvuðsprestur er millum brøður sínar, tann, á hvørs høvur salvuoljan er úthelt, og sum er vígdur og hevur latið seg í hini heiløgu klæðini, hann má hvørki ganga ógreiddur ella skræða klæðini. Hann má einki lík fara til; nei, enntá ikki við faðir sínum ella móður síni má hann gera seg óreinan. Hann má ikki fara úr halgidóminum, so hann vanhalgar halgidóm Guds síns; tí salvuolja Guds hansara, sum hann varð vígdur við, er á honum. Eg eri HARRIN! Til konu skal hann taka kvinnu, sum er moyggj; hann má ikki giftast við einkju, við kvinnu, ið er vrakað, ella sum er vanærd, ella við skøkju; onga uttan moyggj av fólki sínum má hann taka til konu. Annars vanhalgar hann avkom sítt millum fólk sítt. Tí Eg eri HARRIN, sum halgar hann!?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Áron og sig: ?Eingin av avkomi tínum nú ella í komandi tíðum sum brekaður er, má stíga fram at bera fram mat Guds síns; tað má eingin, sum brekaður er, hvørki blindur, lamin ella ein, sum hevur lýti í andlitinum, ella sum hevur lim, ið er ov stórur, eingin, sum hevur brotið arm ella bein, eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin, eingin, sum hevur plett á eyganum, skrubb ella annað útbrot, ella sum eistuni eru kroyst á. Eingin eftirkomari Árons prests, sum brekaður er, má stíga fram at bera fram eldoffur HARRANS; hann er brekaður, hann má ikki stíga fram at bera fram mat Guds síns! Hann kann eta mat Guds síns, bæði hitt háheilaga og hitt heilaga; men við tað at hann er brekaður, má hann ikki koma at forhanginum og fara fram at altarinum; tí so vanhalgar hann heiløgu lutir Mínar. Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!?? Móses segði alt hetta við Áron og synir hansara og allar Ísraelsmenn. KAPITUL Hinar heiløgu gávur, Offurlógir, Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Sig við Áron og synir hansara, at teir skulu ansa sær væl við hinum heiløgu gávum, sum Ísraelsmenn halga Mær, so teir vanhalga ikki heilaga navn Mítt! Eg eri HARRIN! Sig við teir: ?Ein og hvør av allari ætt tykkara, nú ella í komandi tíðum, sum kemur nær hinum heiløgu gávum, ið Ísraelsmenn halga HARRANUM, meðan hann er óreinur, tað menniskja skal verða týnt frá ásjón Míni. Eg eri HARRIN! Eingin av eftirkomarum Árons, sum spitalskur er ella hevur útflot, má eta av hinum heiløgu gávum, fyrrenn hann er vorðin reinur, heldur ikki tann, sum nemur við nakran, ið er vorðin óreinur av líki, ella tann, ið sáð gongur frá, ei heldur tann, ið hevur nomið við nakað skriðdýr, sum ein verður óreinur av, ella við menniskja, sum ein verður óreinur av veri nú óreinskan hjá tí tað, ið hon vera vil! Tann, ið nemur við nakað slíkt, skal vera óreinur líka til kvølds, og hann má ikki eta av hinum heiløgu gávum, fyrrenn hann hevur tváað likami sínum í vatni. Táið sólin er undirfarin, er hann reinur, og tá kann hann eta av hinum heiløgu gávum; tí tær eru matur hansara. Sjálvdeyð ella sundurskrædd dýr má hann ikki eta, tí so verður hann óreinur. Eg eri HARRIN! Teir skulu akta eftir tí, ið Eg havi sagt við teir at akta eftir, so teir draga ikki synd oman yvir seg og doyggja, fyri tað at teir vanhalga hitt heilaga. Eg eri HARRIN, sum halgar teir! Eingin fremmandur* má eta av hinum heilaga; ein, ið hevur tilhald hjá presti ella arbeiðir hjá honum fyri dagløn, má ikki eta av hinum heilaga. Men táið prestur fyri pening sín keypir sær træl, so kann hann eta av tí, somuleiðis teir trælir, ið føddir eru í húsi hansara; teir kunnu eta av mati hansara. Táið prestadóttir giftist við leikmanni, má hon ikki eta av hinum heiløgu offurgávum; men táið prestadóttir verður einkja ella verður vrakað og eingi børn eigur, og hon so kemur aftur í hús faðirs síns og er har sum á ungu árum sínum, tá kann hon eta av mati faðirs síns. Men eingin fremmandur má eta av honum. Táið onkur av misgáum kemur at eta av hinum heilaga, skal hann samsýna prestinum hitt heilaga og leggja fimting aftrat. Prestarnir mugu ikki vanhalga hinar heiløgu gávur, sum Ísraelsmenn ofra HARRANUM, og soleiðis draga misgerð og skyld oman yvir teir, táið teir eta hinar heiløgu gávur teirra. Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Áron og synir hansara og allar Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið onkur av húsi Ísraels ella av hinum fremmandu í Ísrael kemur við offurgávu tað veri nú lovað offur ella sjálvkravt offur, ið teir bera HARRANUM fram sum brennioffur so skal ofrið vera so, at tit kunnu toknast HARRANUM við tí; tað skal vera lýtaleyst kríatúr av hannslagi, av neytunum, seyðinum ella geitunum. Nakað, sum lýti er á, mugu tit ikki ofra; tí við tí toknast tit ikki HARRANUM. Táið onkur ber HARRANUM fram takkoffur av neytunum ella smáfænum tað veri nú til at uppfylla lyfti ella sum sjálvkravt offur so skal tað vera lýtaleyst kríatúr; annars líkar HARRANUM ikki ofrið; als einki lýti má vera á tí. Kríatúr, ið eru blind, beinbrotin ella særd, ella sum hava svullir, skrubb ella annað útbrot, mugu tit ikki ofra HARRANUM; tit mugu ikki leggja eldoffur av teimum á altarið fyri HARRAN. Kríatúr av neytunum ella smáfænum, sum hevur ov stóran ella ov lítlan lim, tað kanst tú ofra sum sjálvkravt offur; men sum lovað offur líkar HARRANUM tað ikki. Kríatúr, sum eistuni eru kleimd, kroyst, avslitin ella burturskorin á, mugu tit ikki ofra HARRANUM; slíkt mugu tit ikki gera í landi tykkara! Heldur ikki mugu tit keypa slík kríatúr frá útlendingi og ofra Gudi tykkara tey sum matoffur; tí tey hava lýti, tey eru brekað við teimum toknast tit ikki HARRANUM.?? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Táið kálvur verður kálvaður, ella lamb verður lembt, so skulu tey verða hjá mammuni sjey dagar; men frá áttanda deginum duga tey til at vinna náði HARRANS sum eldoffur til Hansara. Tit mugu ikki drepa kúnna og kálv hennara sama dag, ei heldur ærina ella geitina og lamb teirra. Táið tit ofra HARRANUM lovoffur, mugu tit ofra tað so, at tit toknast HARRANUM. Tað skal etast sama dag; tit mugu einki leiva av tí til morgunin eftir. Eg eri HARRIN! Tit skulu halda boð Míni og gera eftir teimum. Eg eri HARRIN! Tit mugu ikki vanhalga heilaga navn Mítt; tí Eg vil verða halgaður millum Ísraelsmenn. Eg eri HARRIN, sum halgar tykkum, og sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara! Eg eri HARRIN!? KAPITUL Høgtíðirnar. Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur høgtíðir Mínar eru hesar: Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva. Hesar eru høgtíðir HARRANS við heiløgum samkomum, tær, ið tit skulu lýsa, hvørja á síni tíð: Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS. Tann fimtanda í sama mánaði skulu tit halda HARRANUM høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu; tit mugu einki arbeiði gera. Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur. Sjeynda dagin skal aftur verða hildin heiløg samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, og heysta grøðina av tí, skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av heysti tykkara. Hann skal sveiggja bundið fyri ásjón HARRANS, so tit verða fagnaðir av HARRANUM; dagin eftir sabbatin skal presturin sveiggja tað. Sama dag ið tit sveiggja bundið, skulu tit ofra lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur til HARRAN. Matofrið, ið til hoyrir, skal vera tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju til eldoffur fyri HARRANUM, til góðan anga og drykkjuofrið fjórðingurin av hin av víni. Hvørki breyð ella bakað korn ella rátt korn mugu tit eta fyrrenn henda dagin fyrrenn tit hava borið Gudi tykkara ofrið fram; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva. Frá deginum eftir sabbatin frá tí degi, ið tit bera fram sveiggibundið, skulu tit telja fullar sjey vikur; dagar skulu tit telja, til dagin eftir sjeynda sabbatin; tá skulu tit bera HARRANUM fram offur av tí nýggju grøðini. Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við sveiggibreyðum, tveimum breyðum, sum skulu vera gjørd av tveimum tíggjundapørtum av efu av fínum mjøli og bakað við súrdeiggi; tey eru frumgróðuroffur til HARRAN. Umframt breyðið skulu tit føra fram sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ungan tarv og tveir veðrar; teir skulu vera til brennioffur fyri HARRANUM og matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Tit skulu ofra bukk sum syndoffur og tveir veturgamlar seyðir sum takkoffur. Teir skal presturin sveiggja seyðirnar báðar fyri ásjón HARRANS, saman við frumgróðurbreyðunum; teir skulu vera HARRANUM halgaðir og hoyra prestinum til. Sama dag skulu tit lata lýsa, at heiløg samkoma skal verða hildin; tit mugu einki arbeiði gera; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva. Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna; tað skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. Eg eri HARRIN Gud tykkara!?? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Tann fyrsta í sjeynda mánaði skulu tit halda hvíludag, minningardag við lúðrablástri og heilagari samkomu. Tá mugu tit einki arbeiði gera, og tit skulu ofra HARRANUM eldoffur.?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tann tíggjundi í hesum sama mánaði, tí sjeynda, er bótardagurin; tá skulu tit halda heilaga samkomu, og tit skulu fasta og ofra HARRANUM eldoffur. Tann dagin mugu tit einki arbeiði gera; tí tað er bótardagurin; tá skal bót verða gjørd fyri tykkum fyri ásjón HARRANS Guds tykkara. Tí ein og hvør, ið ikki fastar tann dagin, skal oyðast úr fólki sínum. Og ein og hvønn, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal Eg týna úr fólki hansara. Tit mugu einki arbeiði gera tann dagin; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva. Háheilagur sabbatur skal hann vera tykkum, og tit skulu fasta; frá um kvøldið tann níggjunda í hesum mánaði til kvøldið eftir skulu tit halda sabbatshvílu tykkara.? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Tann fimtanda í hesum sama mánaði, tí sjeynda, skal leyvsalahøgtíðin haldast; hon skal haldast HARRANUM í sjey dagar. Fyrsta dag skal vera heiløg samkoma; tit mugu einki arbeiði gera. Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur, og áttanda dagin skulu tit halda heilaga samkomu og ofra HARRANUM eldoffur; tað er hátíðarsamkoma; tit mugu einki arbeiði gera. Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur; á teimum skulu tit ofra HARRANUM eldoffur: Brennioffur, matoffur, sláturoffur og drykkjuoffur, hvønn dag tað, ið til hoyrir tann dagin umframt sabbatar HARRANS og umframt gávur tykkara og øll ofrini, ið tit hava lovað, og øll tey sjálvkravdu offur, ið tit geva HARRANUM. Men tann fimtanda í sjeynda mánaði, táið tit hava fingið grøðina av landinum í hús, skulu tit halda høgtíð HARRANS, og hon skal haldast í sjey dagar; fyrsti dagurin skal vera hvíludagur, og áttandi dagurin skal vera hvíludagur. Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum ávøkst av vøkrum trøum, pálmagreinar og kvistar av blaðríkum trøum og pílatrøum; og í sjey dagar skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara. Hesa høgtíð skulu tit halda sum høgtíð HARRANS sjey dagar um árið; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann; í sjeynda mánaði skulu tit halda hana. Tá skulu tit í sjey dagar búgva í leyvsølum; øll innfødd í Ísrael skulu búgva í leyvsølum, fyri at eftirkomarar tykkara skulu vita, at Eg læt Ísraelsmenn búgva í leyvsølum, táið Eg leiddi teir út av Egyptalandi. Eg eri HARRIN Gud tykkara.?? Móses kunngjørdi nú Ísraelsmonnum høgtíðir HARRANS. KAPITUL Lampur ljósastakans, Sýnisbreyðini, Ein bannar Harranum, Ymiskar straffir, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so at lampurnar dagliga kunnu verða settar upp! Í samkomutjaldinum, uttan fyri forhangið, sum hongur framman fyri vitnisburðin, har skal Áron gera tær í stand, so tær altíð kunnu brenna, frá kvøldi til morguns, fyri ásjón HARRANS; hetta skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann. Lampurnar á gullljósastakanum skal hann halda í standi fyri ásjón HARRANS, so tær kunnu brenna altíð. Tú skalt taka fínt hveitimjøl og baka tólv køkur; tveir tíggjundapartar av efu skulu vera í hvørjari køku. Tær skalt tú leggja í tvey røð, seks í hvørjum raði, á gullborðið fyri ásjón HARRANS. Á hvørt raðið skalt tú leggja reint roykilsi; tað skal vera minningaroffur fyri breyðini, eldoffur til HARRAN. Sabbatsdag eftir sabbatsdag, gjøgnum allar tíðir, skulu breyðini leggjast fram fyri ásjón HARRANS; tað skal vera gáva frá Ísraelsmonnum ævigur sáttmáli. Tey skulu Áron og synir hansara hava, og teir skulu eta tey á heiløgum staði; tí tey eru háheiløg og eru partur hansara av eldofrum HARRANS ævigur rættur.? Ein maður, ið var sonur ísraelska kvinnu, men hevði egyptiskan faðir, fór einaferð út millum Ísraelsmenn. Tá fóru teir at klandrast har í tilhaldinum, hesin sonur ta ísraelsku kvinnuna og ein Ísraelsmaður; og sonur ta ísraelsku kvinnuna spottaði navn HARRANS og bannaði tí. Hann varð tá leiddur til Móses. Móðir hansara æt Selomit og var dóttir Dibri, av ætt Dans. Teir settu hann fastan, inntil teir kundu fáa dóm hansara ásettan við orði frá HARRANUM. Og HARRIN talaði við Móses og segði: ?Farið út um tilhaldið við spottaranum! Allir teir, ið hoyrdu, skulu leggja hendurnar á høvd hansara; síðani skal øll samkoman steina hann. Við Ísraelsmenn skalt tú tala og siga: ?Tann, ið bannar Gudi sínum, skal bøta fyri synd sína. Tann, ið spottar navn HARRANS, skal lata lív; øll samkoman skal steina hann; veri hann nú fremmandur ella innføddur hann skal verða steinaður, táið hann spottar navn HARRANS. Drepur onkur menniskja, skal hann lata lív. Men tann, ið drepur kríatúr av fænum, skal endurgjalda tað livandi kríatúr fyri livandi kríatúr. Voldir onkur næsta sínum kropsmein, so skal sama verða gjørt við hann, sum hann hevur gjørt: Brot fyri brot, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn; sama mein, ið hann hevur volt øðrum, skal hann sjálvur fáa. Tann, ið drepur kríatúr av fænum, skal endurgjalda tað; men tann, ið drepur menniskja, skal lata lív. Ein og sami rættur skal galda fyri tykkum; hann skal galda fyri hin fremmanda líka væl sum fyri hin innfødda; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!?? Móses segði nú hetta við Ísraelsmenn, og teir fóru út um tilhaldið við spottaranum og steinaðu hann; Ísraelsmenn gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi. KAPITUL Sabbatsárið og fagnaðarárið. HARRIN talaði við Móses á Sinaifjalli og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, skal landið halda sabbatshvílu fyri HARRANUM. Seks ár skalt tú sáa mark tína, og seks ár skalt tú røkja víngarð tín og heysta grøðina av landinum. Men sjeynda árið skal vera landinum háheilagur sabbatur sabbatur fyri HARRANUM; tá mást tú ikki sáa mark tína og ikki røkja víngarð tín. Tað, ið veksur upp av sær sjálvum, eftir at tú hevur heystað, mást tú ikki skera, og vínberini á órøkta víntræi tínum mást tú ikki henta; tað skal vera landinum sabbatsár. Tað, ið grør av sær sjálvum, meðan landið heldur sabbat, skal vera tykkum til føði tær sjálvum, tænara tínum, arbeiðskonu tíni, hinum daglønta arbeiðsmanni tínum og teimum fremmandu, ið halda til hjá tær; og fæ títt og tey villu dýrini í landi tínum skulu eisini eta av allari grøðini, ið har veksur. Tú skalt telja sjey sabbatsár fram, sjey ferðir sjey ár, so at tær sjey áravikurnar verða ár. Tá skalt tú lata lúðurin ljóða í landinum tann tíggjunda í sjeynda mánaði; bótardagin skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara. Tit skulu halda fimtiunda árið heilagt og lata boða frælsi í landinum fyri øll, ið har búgva; tað skal vera tykkum fagnaðarár, og tit skulu koma aftur, ein og hvør á ogn sína og ein og hvør til ætt sína. Fagnaðarár skal hetta árið, hitt fimtiunda, vera tykkum; ikki mugu tit sáa, og ikki mugu tit heysta tað, ið veksur upp av sær sjálvum tað árið, ei heldur henta vínberini av órøktu víntrøunum. Tí tað er fagnaðarár, heilagt skal tað vera tykkum; tit skulu eta tað, ið markin ber av sær sjálvari. Fagnaðarárið skal ein og hvør tykkara koma aftur á ogn sína. Táið tú selur næsta tínum okkurt ella keypir okkurt frá honum, mugu tit ikki gera hvør øðrum órætt. Táið tú keypir okkurt frá næsta tínum, skal verða roknað eftir árunum síðani seinasta fagnaðarár; eftir talinum á árunum, ið eftir eru at heysta í, skal hann selja tær. Tess fleiri ár ið eftir eru, tess hægri skalt tú seta virðið, og tess færri ár ið eftir eru, tess lægri skalt tú seta virðið; tí tað, ið hann selur tær, eru grøðirnar, so mangar sum tær nú eru. Eingin av tykkum má gera næsta sínum órætt; tú skalt óttast Gud tín. Eg eri HARRIN Gud tykkara! Tit skulu halda lógir Mínar og akta eftir boðum Mínum og halda tey; so skulu tit búgva trygg í landinum. Og landið skal geva frukt sína, og tit skulu eta og verða mett og búgva trygg har. Men siga tit nú: ?Hvat skulu vit eta sjeynda árið, táið vit hvørki sáa ella fáa grøði okkara í hús!? so skulu tit vita, at Eg skal senda signing Mína yvir tykkum sætta árið, so tað gevur grøði fyri trý ár. Áttanda árið skulu tit sáa men eta við sama lagi av hini gomlu grøðini; líka til grøðin av níggjunda árinum kemur, skulu tit eta gamalt korn. Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær. Í øllum landinum, ið tit fáa í ogn, skulu tit geva loyvi til, at jørðin kann verða loyst. Táið bróðir tín kemur í armóð og noyðist at selja nakað av ogn síni, skal loysari hansara, næsti skyldmaður hansara, koma og loysa tað, ið bróðirin hevur selt. Hevur ein nú ongan loysara, men fær ráð til tað sjálvur og kemur at eiga tað, ið krevur til at loysa tað, so skal hann rokna eftir, hvussu mong ár ið eru gingin, síðani hann seldi, og bert gjalda manninum, ið keypti tað, fyri tíðina, ið eftir er; tá verður ognin hansara aftur. Men hevur hann ikki nóg mikið at gjalda honum við, so skal tað, ið hann hevur selt, vera ogn hansara, sum keypti tað, líka til fagnaðarárið; men fagnaðarárið skal tað verða latið fyri einki og koma undir hin gamla ánaran aftur. Táið ein selur sethús í staði við múrum rundanum, skal rættur hansara at loysa tað galda, eitt heilt ár frá tí hann seldi; eitt ár geldur rættur hansara at loysa tað. Men er tað ikki loyst, áðrenn eitt heilt ár er gingið, so skal húsið um tað nú er í staði við múrum rundanum við alla verða ogn hansara, ið keypti tað, hansara og eftirkomara hansara; tað skal ikki latast fyri einki fagnaðarárið. Men húsini í bygdum við ongum múrum rundanum, tey skulu verða roknað uppí jørðina í landinum; tey skulu kunna loysast, og fagnaðarárið skulu tey verða latin fyri einki. Men viðvíkjandi húsunum í býum, sum Levitarnir eiga, tá skal rætturin at loysa tey ongantið falla burtur. Um ein av Levitunum ikki loysir hús, ið hann hevur selt, so skal tað verða latið fyri einki fagnaðarárið um so er at húsið er í býi, sum teir eiga; tí húsini í býum Levitanna eru ogn teirra millum Ísraelsmenn. Heldur ikki má jørðin, ið hoyrir til býir teirra, seljast; tí hon er æviga ogn teirra. Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær. Tú mást ikki taka rentu ella yvirmál frá honum; nei, tú skalt óttast Gud tín og lata bróður tín liva hjá tær. Tú mást ikki læna honum pening móti rentu ella lata hann fáa av mati tínum móti yvirmáli. Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi, til at geva tykkum Kána'ansland og vera Gud tykkara. Táið bróðir tín kemur í armóð og noyðist at selja tær seg sjálvan, mást tú ikki lata hann tæna hjá tær, sum trælur tænir. Hann skal vera hjá tær sum dagløntur maður ella sum innfluttur og tæna hjá tær inntil fagnaðarárið. Tá skalt tú geva hann frían, bæði hann og børn hansara, og hann skal fara aftur til ætt sína og fedraogn sína. Tí teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi; teir mugu ikki verða seldir, sum trælir verða seldir. Tú mást ikki við harðskapi valda yvir honum; tú skalt óttast Gud tín. Men vilt tú fáa tær trælir ella trælkvinnur, so skalt tú keypa tey frá fólkasløgunum, ið rundan um tykkum búgva. Eisini av børnunum hjá teimum innfluttu, ið búgva hjá tykkum sum fremmand av teimum og av eftirkomarum teirra, sum búgva hjá tykkum og eru fødd í landi tykkara kunnu tit keypa tykkum trælir og trælkvinnur, og tey skulu vera ogn tykkara; tey kunnu tit lata børn tykkara fáa í arv eftir tykkum, so tey kunnu hava tey sum ogn; tey kunnu tit við alla nýta sum trælir. Men móti brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mást tú ikki við harðskapi valda, bróðir yvir bróður. Táið fremmandur ella innfluttur hjá tær ríkast upp, og ein av brøðrum tínum, sum býr honum nær, kemur í armóð og noyðist at selja seg til hin fremmanda ella hin innflutta hjá tær ella til eftirkomara eftir ætt fremmandamans, so skal hann kunna loysast, eftir at hann hevur selt seg. Ein av brøðrum hansara skal loysa hann, ella pápabeiggi hansara, sonur pápabeiggja hansara ella ein annar av næstu skyldmonnum í ætt hansara; hann kann eisini loysa seg sjálvur, fær hann ráð til tað. Táið hann tá ger upp við tann, ið keypti hann, skulu teir rokna út tíðina, frá tí árinum hann seldi seg til hansara og til fagnaðarárið, og peningurin, ið hann seldi seg fyri, skal býtast sundur við áratalinum; tíðin, ið hann hevur verið hjá honum, skal verða roknað, sum hann hevði verið dagløntur arbeiðsmaður. Eru enn mong ár eftir, skal hann í loysigjald lata so mikið av tí, ið hann varð keyptur fyri, sum svarar til hesi ár. Men eru árini fá eftir til fagnaðarárið, skal hann gera upp við hann eftir teimum; hann skal í loysigjald lata tað, ið svarar til árini, ið hann hevur eftir. Sum dagløntur arbeiðsmaður, ið tænir ár eftir ár, skal hann vera hjá honum; tú mást ikki tola, at hann við harðskapi valdar yvir honum. Men verður hann ikki loystur á ein av hesum háttum, skal hann verða givin fríur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara. Tí Mær hoyra Ísraelsmenn til sum tænarar; teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi. Eg eri HARRIN Gud tykkara!? KAPITUL Forboð fyri at dýrka avgudar, Sabbatsboðið, Lønin fyri at halda lóg Harrans, Straffin fyri at bróta hana, ?Tit mugu ikki gera tykkum avgudar; skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara! Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ærufrykt. Eg eri HARRIN! Akta tit nú lógir Mínar og halda boð Míni og gera eftir teimum, so skal Eg senda tykkum regnið í rættari tíð, so at jørðin gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín. Treskitíðin skal vara hjá tykkum, líka til vínheystið byrjar, og vínheystið skal vara, til kornið verður sáað. Tit skulu eta tykkum mett av breyði tykkara og búgva trygg í landi tykkara. Eg skal geva frið í landinum, so tit kunnu leggjast til hvíldar, uttan at nakar ræðir tykkum upp; Eg skal avoyða tey villu dýrini í landinum, og einki svørð skal gera ófrið í landi tykkara. Tit skulu jagstra fíggindar tykkara, og teir skulu falla fyri svørði tykkara. Fimm av tykkum skulu reka hundrað, hundrað av tykkum skulu reka tíggju túsund, og fíggindar tykkara skulu falla fyri svørði tykkara. Eg skal venda Mær til tykkara, gera tykkum fruktbør og lata tykkum nørast; og Eg skal staðfesta sáttmála Mín við tykkum. Tit skulu hava gamalt korn at eta, inntil tit noyðast at beina tað burt fyri at fáa rúm til tað nýggja. Eg skal reisa bústað Mín mitt ímillum tykkara, og sál Mín skal ikki vraka tykkum. Eg skal ferðast mitt ímillum tykkara og vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt. Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi, so tit skuldu ikki longur vera trælir teirra; Eg breyt okstengur tykkara og læt tykkum ganga upprætt. Men akta tit Meg ikki, og gera tit ikki eftir øllum hesum boðum vanvirða tit fyriskipanir Mínar og vraka lógir Mínar, so tit halda ikki øll boð Míni, men bróta sáttmála Mín, so skal Eg geva tykkum líka fyri líka; Eg skal heimsøkja tykkum við ræðuligum vanlukkum, við tærandi sjúku og brennandi fepri, so at eygu tykkara sløkna, og sálin ørmaktast. Til onga nyttu skulu tit sáa sáð tykkara, tí fíggindar tykkara skulu eta tað upp. Eg skal seta ásjón Mína ímóti tykkum, og fíggindar tykkara skulu vinna sigur á tykkum; teir, ið hata tykkum, skulu valda yvir tykkum, og tit skulu flýggja, tóat eingin er eftir tykkum. Akta tit Meg so kortini ikki, skal Eg tykta tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, fyri syndir tykkara. Eg skal bróta hugmóð og styrki tykkara, Eg skal lata himmal tykkara verða sum jarn og jørð tykkara sum kopar. Til onga nyttu skulu tit oyða kraft tykkara burtur; tí land tykkara skal ikki geva grøði sína, og trøini í landinum skulu ikki geva ávøkst sín. Standa tit Mær tá kortini ímóti og vilja ikki akta Meg, so skal Eg sláa tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, sum syndir tykkara hava uppiborið. Eg skal senda villdýr ímóti tykkum, og tey skulu ræna børn tykkara frá tykkum, týna fæ tykkara og minka um tal tykkara, so at vegir tykkara verða oydnir. Lata tit tykkum so kortini ikki tykta av Mær, men standa Mær ímóti, so skal eisini Eg standa tykkum ímóti og sláa tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara. Eg skal lata tykkum verða rámt av hevndarsvørði, ið skal hevna sáttmálan; og søkja tit tykkum skjól í býum tykkara, so skal Eg senda pest ímillum tykkara, og tit skulu falla í hond fíggindans. Eg skal minka so um breyðið, ið var styrki og stuðul tykkara, at tíggju kvinnur skulu baka breyð tykkara í einum ovni og geva tykkum breyðið aftur eftir vekt, so tit fáa ikki etið tykkum mett. Akta tit Meg nú kortini ikki, men standa Mær ímóti, so skal eisini Eg í vreiði standa tykkum ímóti og tykta tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara. Tit skulu eta kjøtið av sonum tykkara og kjøtið av døtrum tykkara. Eg skal leggja offurheyggjar tykkara í oyði og beina fyri sólstólpum tykkara; Eg skal dunga líkini av tykkum oman á teir deyðu kropparnar av andstyggiligu avgudum tykkara, og sál Míni skal standast við tykkum. Eg skal gera býir tykkara til oyðimørk og leggja halgidómar tykkara í oyði, og Eg skal ikki njóta hin góða angan av ofrum tykkara. Eg skal leggja land tykkara í oyði, so at fíggindar tykkara, sum búgva í tí, skulu óttast um tað; tykkum sjálv skal Eg spjaða millum heidningarnar, og við drignum svørði skal Eg elta tykkum; land tykkara skal verða oyðið, og býir tykkara oyðimørk. Tá skal landið fáa sabbatsár síni aftur alla ta tíð tað liggur oyðið, meðan tit eru í landi fíggindans ja, tá skal landið hvíla og fáa sabbatsár síni aftur! Alla tíðina, ið tað liggur oyðið, skal tað hava hvíld hvíldina, ið tað ikki fekk sabbatsár tykkara, táið tit búðu har. Og tey, ið eftir verða av tykkum, teimum skal Eg geva mótleyst hjarta í landi fíggindans, so ljóðið av fúkandi blaði skal fáa tey at flýggja; tey skulu flýggja, sum ein flýggjar fyri svørði, og falla, tóat eingin er eftir teimum. Tey skulu falla, hvørt um annað, sum svørð hevði verið eftir teimum tóat eingin er eftir teimum. Ja, tit skulu ikki verða ment at standa móti fíggindum tykkara. Tit skulu ganga til grundar millum heidningarnar, og land fígginda tykkara skal eta tykkum upp. Tey, ið eftir verða av tykkum, skulu svinna burt í landi fígginda tykkara fyri misgerðir sínar; eisini fyri misgerðir fedra sína skulu tey svinna burtur sum teir. Tá skulu tey játta misgerð sína og misgerð fedra sína, sum tey gjørdu í trúloysi sínum móti Mær. Eisini skulu tey játta, at fyri tað at tey stóðu Mær ímóti, so mátti eisini Eg standa teimum ímóti og flyta tey burtur í land fígginda teirra; ja, tá skal óumskorna hjarta teirra verða eyðmýkt, og tey skulu bøta fyri misgerð sína. Tá skal Eg minnast sáttmála Mín við Jákup; eisini sáttmála Mín við Ísak og sáttmála Mín við Ábraham skal Eg minnast; og landið skal Eg hugsa um. Men fyrst má landið sleppa frá teimum og fáa sabbatsár síni aftur, meðan tað liggur oyðið, og tey eru farin úr tí; og tey skulu bøta fyri misgerð sína, tí ja, tí tey vanvirdu lógir Mínar og vrakaðu boð Míni. Men heldur ikki tá táið tey eru í landi fígginda sína skal Eg koyra tey frá Mær ella vraka tey, so Eg skuldi gjørt tey til einkis ella brotið sáttmála Mín við tey; tí Eg eri HARRIN Gud teirra! Nei, Eg skal teimum til besta minnast sáttmálan við fedrarnar, sum Eg leiddi út av Egyptalandi, beint fyri eygum heidninganna, til at vera Gud teirra. Eg eri HARRIN!?? Hetta eru fyriskipanirnar, boðini og lógirnar, ið HARRIN ásetti millum Seg og Ísraelsmenn á Sinaifjalli við Mósesi. KAPITUL Heiløg lyfti og heilagar gávur, Bann, Tíggjund, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið ein hevur lovað at halga HARRANUM seg sjálvan ella eitt annað menniskja og eftirsíðani við peningi vil loysa seg frá lyftinum, so skalt tú seta tann í virði, sum burtur er lovaður. Virðið á manni, ið er millum og ár, skal vera seklar av silvuri eftir halgidómsvektini; men er tað kvinna, skalt tú seta virðið til seklar. Menniskja, ið er millum og ár, skalt tú seta í seklar, táið tað er av mannkyni, og í seklar, táið tað er kvinna. Er tað barn millum mánað og ár, skal virðið á drongi vera seklar og á gentu seklar. Tey, ið eru yvir ár, skalt tú seta til seklar, táið tað er maður, og til seklar, táið tað er kvinna. Men er ein nú so fátækur, at hann er ikki mentur at lata henda pening, so skal verða komið fram fyri prestin við honum, og presturin skal seta hann í virði; eftir sum tann, ið lyftið hevur gjørt, hevur ráð til, skal presturin seta hann í virði. Er tað kríatúr, ið lovað er burtur, eitt av teimum, ið ofrað verða til HARRAN, so skal alt tað, ið verður HARRANUM givið av slíkum, vera heilagt. Tað má ikki verða umbýtt, ella annað kríatúr latið í staðin, hvørki gott fyri vánaligt ella vánaligt fyri gott; og býtir ein kortini eitt kríatúr um við eitt annað, so skulu bæði hitt fyrra kríatúrið og tað, ið tað verður býtt um við, vera heiløg. Men er tað okkurt óreint dýr, sum ikki verður ofrað til HARRAN, so skal dýrið leiðast fram fyri prestin; og presturin skal seta tað í virði, eftir sum tað er gott ella vánaligt; virðið, ið tú, presturin, setur tað í, skal galda. Hevur ánarin hug at loysa tað, skal hann lata fimting meir enn virðið, ið tú hevur sett tað í. Táið ein hevur lovað at halga HARRANUM hús sítt, skal presturin seta tað í virði, eftir sum tað er gott ella vánaligt, og tað skal tá standa í virðinum, sum presturin setur tað í. Men vil hann, ið hevur halgað húsið, loysa tað aftur, so skal hann lata fimting meir enn virðið, ið tú hevur sett tað í; so skal tað vera hansara. Halgar ein HARRANUM nakað av arvajørð síni, skalt tú seta virðið eftir tí, ið sáað verður í tað; ein homer av sáðkorni av byggi skal svara til seklar av silvuri. Halgar hann jørð sína líka frá fagnaðarárinum, skal hon standa í fullum virði. Men halgar hann hana eftir fagnaðarárið, skal presturin rokna út virðið eftir árunum, ið eftir eru til næsta fagnaðarár, og samsvarandi skal virðið setast niður. Vil nú hann, ið halgað hevur jørðina, loysa hana, so skal hann lata fimting meir enn virðið, ið tú hevur sett hana í; so fær hann hana í ogn. Men um so er at hann loysir ikki jørðina og kortini selur einum øðrum hana, so kann hon ikki loysast aftur; táið tá fagnaðarárið kemur, og jørðin verður leys, skal hon vera HARRANUM halgað eins og bannlýst jørð; hon skal hoyra prestinum til sum ogn hansara. Halgar ein HARRANUM jørð, ið hann hevur keypt, og sum ikki hoyrir til arvajørð hansara, so skal presturin rokna út virðið til næsta fagnaðarár, og hann skal sama dagin lata tað, ið tú hevur mett hana til; tað skal vera HARRANUM halgað. Fagnaðarárið fellur jørðin so aftur til tann, ið hann keypti hana frá, og sum hevur óðalsrættin. Táið tú setur okkurt í virði, skal tað altíð vera eftir halgidómsvektini; gerur skulu vera í seklinum. Men hitt frumborna av fænum tað, ið longu hoyrir HARRANUM til, við tað at tað er frumborið tað má eingin halga; tað veri nú kríatúr av neytum ella smáfænum tað er ogn HARRANS. Men er tað av teimum óreinu dýrunum, so kann tað verða loyst, eftir sum tú hevur sett tað í virði men fimtingur skal tá leggjast aftrat. Men verður tað ikki loyst, so skal tað seljast fyri virðið, ið tú hevur sett tað í. Einki, sum bannlýst er, einki, sum onkur halgar HARRANUM av ogn síni við at lýsa tað í bann tað veri nú fólk, fæ ella arvajørð einki slíkt má seljast ella loysast; alt, sum er lýst í bann, er háheilagt; tað er ogn HARRANS. Einki menniskja, sum lýst er í bann, má loysast hann skal lata lív. Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað. Vil ein loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann lata fimting meir enn virðið. Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og av smáfæi, øllum, ið kemur undir hirðastavin, skal tíggjundahvørt kríatúr verða HARRANUM halgað. Ikki skal verða hugt eftir, um tað er gott ella vánaligt, og ikki má tað verða umbýtt; verður tað umbýtt við annað kríatúr, skulu bæði tvey verða halgað og kunnu ikki loysast aftur.?? Hetta eru boðini, ið HARRIN gav Mósesi á Sinaifjalli og álegði honum at kunngera Ísraelsmonnum. Fjórða Mósebók KAPITUL Fólkateljingin í Sinaioyðimørk, Ætt Levi, HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk, í samkomutjaldinum, tann fyrsta í øðrum mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi; Hann segði: ?Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann! Allar vápnaførar menn í Ísrael, frá tjúguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her. Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar. Hetta eru nøvn mannanna, ið hjálpa tykkum skulu: Av Ruben: Elizur, sonur Sede'ur; av Símeon: Selumiel, sonur Zurisaddai; av Juda: Nason, sonur Amminadab; av Issakar: Netanel, sonur Zuar; av Zebulon: Eliab, sonur Helon; av sonum Jósef: Av Efraim: Elisama, sonur Ammihud; av Manasse: Gamliel, sonur Pedazur; av Benjamin: Abidan, sonur Gideoni; av Dan: Ahiezer, sonur Ammisaddai; av Aser: Pagiel, sonur Okran; av Gad: Eljasaf, sonur De'uel; av Naftali: Ahira, sonur Enan.? Hesir vóru teir, ið kallaðir vórðu til umboðsmenn fólksins, høvdingar fedraætta sína, høvd Ísraels túsunda. Móses og Áron fóru so eftir hesum monnum, ið nevndir eru við navni; og teir kallaðu alla samkomuna saman, tann fyrsta í øðrum mánaði. So vórðu allir, ið vóru ár og eldri, uppskrivaðir við navni á manntalslistarnar, hvør eftir annan, eftir ættum og fedrahúsum sínum sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Hann taldi teir í Sinaioyðimørk. Synir Ruben hann, ið var hin frumborni Ísraels eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Rubens vóru Synir Símeon eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, teir, ið taldir vórðu av teimum, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Símeons vóru Synir Gad eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Gads vóru Synir Juda eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Juda vóru Synir Issakar eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Issakars vóru Synir Zebulon eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Zebulons vóru Synir Jósef synir Efra'im eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Efra'ims vóru og synir Manasse eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Manasse vóru Synir Benjamin eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Benjamins vóru Synir Dan eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Dans vóru Synir Aser eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Asers vóru Synir Naftali eftirkomarar teirra uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn teir, ið taldir vórðu av ætt Naftali vóru Hesir vóru teir, ið taldir vórðu, teir, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu; høvdingarnir vóru tólv í tali, ein fyri hvørja ætt. Allir teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu eftir fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn í Ísrael allir, ið taldir vórðu vóru Men Levitarnir eftir fedraætt síni vórðu ikki taldir saman við teimum. Tí HARRIN talaði við Móses og segði: ?Bert ætt Levi skalt tú ikki telja; av teimum skalt tú ikki taka manntal saman við hinum Ísraelsmonnum. Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí; teir skulu tæna við tabernaklið, og rundan um tað skal tilhald teirra vera. Táið tabernaklið skal flytast, skulu Levitarnir taka tað niður, og táið tað skal reisast, skulu Levitarnir seta tað upp; kemur nakar fremmandur tí nær, skal hann lata lív. Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør í tilhaldi sínum og undir hermerki sínum, herur eftir her. Men Levitarnir skulu reisa tjøldini rundan um vitnisburðartabernaklið, so ikki vreiði skal koma yvir samkomu Ísraelsmanna; tí tað eru Levitarnir, ið skulu varðveita vitnisburðartabernaklið.? Ísraelsmenn so gjørdu; teir gjørdu í einum og øllum, sum HARRIN hevði álagt Mósesi. KAPITUL Stað ættanna í tilhaldinum og á ferðini. HARRIN talaði við Móses og Áron og segði: ?Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør undir hermerki sínum, undir eyðkenni fedrahúss síns; í ring rundan um samkomutjaldið skulu teir reisa tjøldini. Frammanfyri móti eystri skal Juda reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Juda er Nason, sonur Amminadab; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Næst honum skal ætt Issakars reisa tjøldini; høvdingi sona Issakars er Netanel, sonur Zuar; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Síðani ætt Zebulons; høvdingi sona Zebulons er Eliab, sonur Helon; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Teir, ið taldir eru av herflokkum Juda, eru tilsamans mans, herur eftir her. Teir skulu vera fyrstir, táið farið verður avstað. Móti suðri skal Ruben reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Rubens er Elizur, sonur Sede'ur; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Næst honum skal ætt Símeons reisa tjøldini; høvdingi sona Símeons er Selumiel, sonur Zurisaddai; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Síðani ætt Gads; høvdingi sona Gads er Eliasaf, sonur Re'uel; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Teir, ið taldir eru av herflokkum Rubens, eru tilsamans mans, herur eftir her. Teir skulu vera næstfyrstir, táið farið verður avstað. So skal samkomutjaldið fara avstað herflokkur Levita mitt ímillum hinar herflokkarnar; teir skulu fara avstað, eftir sum teir hava reist tjøldini, hvør á staði sínum og undir hermerki sínum. Móti vestri skal Efra'im reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Efra'ims er Elisama, sonur Ammihud; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Næst honum skal ætt Manasse reisa tjøldini; høvdingi sona Manasse er Gamliel, sonur Pedazur; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Síðani ætt Benjamins; høvdingi sona Benjamins er Abidan, sonur Gideoni; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Teir, ið taldir eru av herflokkum Efra'ims, eru tilsamans mans, herur eftir her. Teir skulu vera triðjufyrstir, táið farið verður avstað. Móti norðri skal Dan reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Dans er Ahiezer, sonur Ammisaddai; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Næst honum skal ætt Asers reisa tjøldini; høvdingi sona Asers er Pagiel, sonur Okran; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Síðani ætt Naftali; høvdingi sona Naftali er Ahira, sonur Enan; og flokkur hansara teir, ið taldir eru er mans. Teir, ið taldir eru av herflokkum Dans, eru tilsamans mans. Táið farið verður avstað, skulu teir vera síðstir, undir hermerkjum sínum.? Hetta vóru teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu, eftir fedrahúsum teirra; tilsamans vóru tað mans, ið taldir vórðu í tilhøldunum, herur eftir her. Men Levitarnir vórðu ikki taldir saman við hinum Ísraelsmonnum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Ísraelsmenn so gjørdu; teir reistu tjøldini undir hermerkjum sínum, og teir fóru avstað, hvør eftir ætt síni og fedrahúsi sínum í øllum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. KAPITUL Serstøða Levita, Levitar taldir, Hinir frumbornu taldir, Hetta var ætt Árons og Mósesar, um ta tíðina ið HARRIN talaði við Móses á Sinaifjalli: Nøvnini á sonum Áron vóru: Nadab hin frumborni og Abihu, Eleazar og Itamar. Hetta vóru nøvnini á sonum Áron, hinum salvaðu prestum, ið innsettir vórðu at gera prestatænastu. Men Nadab og Abihu doyðu fyri ásjón HARRANS, ta ferðina ið teir bóru fremmandan eld inn fyri ásjón HARRANS í Sinaioyðimørk; og teir áttu ongar synir. Soleiðis komu Eleazar og Itamar at gera prestatænastu fyri eygum Árons, faðirs síns. HARRIN talaði við Móses og segði: ?Lat ætt Levi koma higar, og tú skalt lata teir stíga fram fyri Áron prest, so teir kunnu ganga honum til handa! Teir skulu varðveita tað, ið hann og øll samkoman skuldu varðveitt framman fyri samkomutjaldið, og soleiðis gera arbeiðið við tabernaklið. Og teir skulu varðveita alt tað, ið til samkomutjaldið hoyrir, og tað, ið Ísraelsmenn skuldu varðveitt; soleiðis skulu teir gera arbeiðið við tabernaklið. Tú skalt geva Áron og sonum hansara Levitarnar; teir eru honum givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum. Men Áron og synir hansara skalt tú seta at varðveita prestatænastu sína; kemur onkur fremmandur nær, skal hann lata lív.? HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tú sært, Eg havi sjálvur tikið Levitarnar út millum Ísraelsmenn í staðin fyri allar frumbornar, allar, ið opna móðurlív, millum Ísraelsmenn, og Levitarnir eru vorðnir ogn Mín. Tí Mær hoyrir alt frumborið til; tann dagin ið Eg drap alt frumborið í Egyptalandi, halgaði Eg Mær alt frumborið í Ísrael, bæði av fólki og fæi; Mær, HARRANUM, skal tað hoyra til.? HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk og segði: ?Tú skalt telja synir Levi eftir fedrahúsum og ættum teirra; alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir skalt tú telja.? Móses taldi teir tá eftir boði HARRANS sum honum var álagt. Nøvnini á sonum Levi vóru: Gerson, Kahat og Merari. Nøvnini á sonum Gerson, eftir ættum teirra, vóru: Libni og Sime'i. Synir Kahat, eftir ættum teirra, vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Synir Merari, eftir ættum teirra, vóru Mali og Musi. Hetta vóru ættir Levita, eftir fedrahúsum teirra. Frá Gerson vóru ættir Libnita og Sime'ita slektaðar; hetta vóru ættir Gersonita. Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt teir, ið taldir vórðu av teimum vóru Ættir Gersonita høvdu tilhald sítt aftan fyri tabernaklið, móti vestri. Høvdingi yvir fedrahúsi Gersonita var Eljasaf, sonur Lael. Tað, ið Gersonitar høvdu at varðveita við samkomutjaldið, var tabernaklið sjálvt við tekjuni og takinum, forhangið fyri durum samkomutjaldsins, umhang forgarðsins og forhangið fyri durum forgarðsins, ið var rundan um tabernaklið, og altarið, og togini, ið til hoyrdu alt arbeiðið við hetta. Frá Kahat vóru ættir Amramita, Jizharita, Hebronita og Uzzielita slektaðar; hetta vóru ættir Kahatita. Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt, vóru hesir skuldu varðveita tað, sum var at varðveita við halgidómin. Ættir Kahatita høvdu tilhald sítt við síðu tabernakulsins, móti suðri. Høvdingi yvir fedrahúsi Kahatitaættanna var Elizafan, sonur Uzziel. Tað, ið teir høvdu at varðveita, var ørkin, borðið, ljósastakin, altarini, amboðini í halgidóminum, sum nýtt vórðu við tænastuna, og forhangið og alt arbeiðið við hetta. Høvdingi yvir høvdingum Levita var Eleazar, sonur Áron prest; hann var settur yvir teir, ið skuldu varðveita tað, sum var at akta eftir við halgidómin. Frá Merari vóru ættir Malita og Musita slektaðar; hetta vóru ættir Merarita. Teir av teimum, ið taldir vórðu, táið alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir varð talt, vóru Høvdingi yvir fedrahúsi Meraritaættanna var Zuriel, sonur Abiha'il. Teir høvdu tilhald sítt við síðu tabernakulsins, móti norðri. Tað, ið Meraritar vóru settir at varðveita, var plankar tabernakulsins, tvørstengurnar, stólparnir og stabbarnir, og øll amboðini og alt arbeiðið við hetta, eisini stólpar forgarðsins rundanum og stabbarnir, hælirnir og togini, ið til hoyrdu. Framman fyri tabernaklið, móti eystri, framman fyri samkomutjaldið, móti sólarrisi, høvdu Móses og Áron og synir hansara tilhald sítt; teir varðveittu tað, ið var at varðveita við halgidómin, tað, ið Ísraelsmenn skuldu varðveitt; men kom fremmandur nær, so skuldi hann lata lív. Allir teir, ið taldir vórðu av Levitunum teir, ið Móses og Áron taldu eftir orði HARRANS, ætt eftir ætt, alt mannkyn frá mánaðargomlum og uppeftir vóru tilsamans HARRIN segði við Móses: ?Tú skalt telja allar frumbornar av mannkyni millum Ísraelsmenn, frá mánaðargomlum og uppeftir, og skriva nøvn teirra inn í manntalið. Og tú skalt lata Meg, HARRAN, fáa Levitarnar í staðin fyri allar hinar frumbornu millum Ísraelsmenn, somuleiðis fæ Levitanna í staðin fyri alt frumborið av fæi Ísraelsmanna.? Móses taldi tá allar hinar frumbornu millum Ísraelsmenn, soleiðis sum HARRIN hevði álagt honum. Táið nøvn teirra, frá mánaðargomlum og uppeftir, vórðu samantald, vóru hinir frumbornu av mannkyni, allir teir, ið taldir vórðu, tilsamans Tá talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tú skalt taka Levitarnar í staðin fyri allar hinar frumbornu millum Ísraelsmenn og fæ Levitanna í staðin fyri fæ teirra; og Levitarnir skulu hoyra Mær, HARRANUM, til. Men sum loysigjald fyri teir teir frumbornu Ísraelsmanna, ið eru fleiri enn Levitarnir skalt tú taka seklar fyri hvønn, eftir halgidómsvektini skalt tú taka teir; gerur skulu vera í seklinum. Henda pening skalt tú geva Áron og sonum hansara sum loysigjald fyri teir, ið av leypa.? Móses tók tá loysigjaldið fyri teir, ið av lupu, táið teir vórðu taldir, sum loystir vórðu við Levitunum; frá hinum frumbornu Ísraelsmanna fekk hann peningin, seklar eftir halgidómsvektini. Og Móses gav Áron og sonum hansara loysigjaldið eftir boði HARRANS, so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. KAPITUL Størv Levitanna. Tal teirra. HARRIN talaði við Móses og Áron og segði: ?Takið tal Kahatita millum Levitarnar, eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, alra, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið. Tað, ið Kahatitar skulu hava við at gera í samkomutjaldinum, er hitt háheilaga. Táið tilhaldið skal flytast, skulu Áron og synir hansara fara inn og taka niður forhangið, ið hongur framman fyri ørkina, og breiða tað út yvir vitnisburðarørkina. Oman yvir tað skulu teir leggja yvirklæði av sjókúskinni, og uppaftur oman yvir tað klæði, ið er blátt, alt sum tað er; síðani skulu teir stinga beristengurnar í. Út yvir sýnisbreyðaborðið skulu teir breiða blátt klæði, og á tað skulu teir seta føtini, skálirnar, bikarini og drykkjuoffurkannurnar; og breyðið sum altíð skal verða liggjandi skal eisini liggja á tí. Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í. So skulu teir taka blátt klæði og breiða tað út yvir ljósastakan, lampurnar, ið til hoyra, saksarnar, skarpannurnar og øll oljuíløtini, ið nýtt verða til tænastuna við hann. Hann og alt, ið til hoyrir, skulu teir balla inn í yvirklæði av sjókúskinni og leggja tað á eina børu. Út yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða blátt klæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í. So skulu teir taka øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, leggja tey í blátt klæði, breiða oman yvir tey yvirklæði av sjókúskinni og leggja tey á eina børu. Framvegis skulu teir sópa burtur øskuna av altarinum, breiða purpurreytt klæði út yvir tað og leggja á tað øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna við altarið, eldpannurnar, gaflarnar, eldspakarnar og offurskálirnar øll altaramboðini; út yvir hetta skulu teir breiða yvirklæði av sjókúskinni og stinga beristengurnar í. Táið so Áron og synir hansara nú ið tilhaldið skal flytast eru lidnir at breiða út yvir hitt heilaga og øll amboðini, ið til halgidómin hoyra, skulu Kahatitar koma at bera; men teir mugu ikki nema við hitt heilaga; tí gera teir tað, so skulu teir doyggja. Hetta er tað, ið Kahatitar hava at bera av tí, ið hoyrir til samkomutjaldið. Eleazar, sonur Áron prest, skal hava umsjón yvir oljuni til ljósastakan, hinum angandi roykilsinum, hinum dagliga matofrinum og salvuoljuni, eisini yvir øllum tabernaklinum og øllum, sum í tí er, hinum heilaga og amboðunum, ið til hoyra.? HARRIN talaði við Móses og Áron og segði: ?Latið ikki ætt Kahatita og greinar hennara verða týndar úr ætt Levi! Hetta skulu tit gera fyri teir, so teir kunnu verða á lívi og ikki doyggja, táið teir koma hinum háheilaga nær: Áron og synir hansara skulu fara inn og siga hvørjum einstøkum teirra, hvat hann skal gera, og hvat hann skal bera; men sjálvir mugu teir ikki fara inn og hyggja at hinum heilaga, ikki so mikið sum eina løtu; tí gera teir tað, skulu teir doyggja.? HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tak eisini tal Gersonita, eftir fedrahúsum og ættum teirra! Frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, skalt tú telja teir, allar, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið. Hetta er arbeiði Gersonita, tað, ið teir hava at gera, og tað, ið teir hava at bera: Teir skulu bera tabernakulteppini, samkomutjaldið við takinum og hinum ytra takinum av sjókúskinni, forhangið fyri durum samkomutjaldsins, umhang forgarðsins og forhangið fyri portri forgarðsins, ið rundan um tabernaklið og altarið er, tjaldtogini og øll amboðini, ið nýtt verða til arbeiðið við hetta; alt, ið er at gera við hetta, skulu teir gera. Eftir sum Áron og synir hansara skipa fyri, skulu Gersonitar útinna tænastu sína, viðvíkjandi bæði tí, ið teir skulu bera, og tí, ið teir skulu gera; tit skulu siga teimum alt, ið teir skulu bera, hvørt eftir annað. Hetta er arbeiðið, ið ættir Gersonita skulu hava við samkomutjaldið; og Itamar, sonur Áron prest, skal rættleiða teir í øllum, sum teir hava at akta eftir. Meraritar skalt tú telja, eftir ættum og fedrahúsum teirra. Frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, skalt tú telja teir, allar, ið skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið. Hetta er tað, ið teir hava at bera alt tað, ið teir hava við at gera við samkomutjaldið: Tabernakulplankarnir, tvørstengurnar, stólparnir og stabbarnir, stólpar forgarðsins, ið rundanum er, stabbarnir, hælirnir og togini, øll amboð, ið til hoyra, og alt, ið nýtt verður til arbeiðið við hetta; hvørt eftir annað skulu tit siga teimum alt tað, ið teir hava at bera. Hetta er arbeiðið, ið ættir Merarita hava at gera, alt tað, ið hoyrir til arbeiði teirra við samkomutjaldið; og Itamar, sonur Áron prest, skal rættleiða teir.? Móses og Áron og høvdingar samkomunnar taldu nú Kahatitarnar eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, allar, sum skuldu koma í tænastu og gera arbeiði við samkomutjaldið. Teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum teirra, vóru Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Kahatita, allir teir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS við Mósesi. Teir, ið taldir vórðu av Gersonitunum, eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum og fedrahúsum teirra, vóru Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Gersonita, allir teir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS. Teir, ið taldir vórðu av ættum Merarita, eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum teirra, vóru Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Merarita, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS við Mósesi. Allir, ið taldir vórðu teir av Levitunum, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu, eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimtiáraaldur, allir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, bæði við tað, ið gerast skuldi, og tað, ið berast skuldi teir av teimum, ið taldir vórðu, vóru Eftir boði HARRANS við Mósesi varð einum og hvørjum teirra sagt, hvat hann skuldi gera ella bera; tað varð teimum sagt so sum HARRIN hevði álagt Mósesi. KAPITUL Tey óreinu beind burtur úr tilhaldinum, Lóg um at bøta aftur órætt, Lóg um konu, ið er hildin at vera ótrúgv, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu beina øll spitølsk burtur úr tilhaldinum, eisini øll, ið hava útflot, og øll, ið eru vorðin órein av líki! Ein slíkan skulu tit beina burtur, um tað nú er maður ella kvinna; út um tilhaldið skulu tit koyra tey, so tey gera ikki tilhald tykkara óreint, har sum Eg búgvi mitt ímillum teirra.? Hetta gjørdu tá Ísraelsmenn; teir koyrdu tey út um tilhaldið soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn: ?Táið maður ella kvinna ger onkra av syndunum, ið menniskju gera, og ber seg trúleyst at móti HARRANUM, og hesin persónur soleiðis dregur skyld oman yvir seg, so skal hann játta syndina, ið hann hevur gjørt, og lata tað, ið hann við órætti hevur tikið, aftur við fullum virði og leggja fimting aftrat; hann skal lata tann fáa tað, sum hann hevur syndað ímóti. Hevur hesin ongan latið eftir seg, sum er nærskyldur við hann, og sum hin kann lata fáa viðurlagið, so skal viðurlagið hoyra HARRANUM til, og presturin skal fáa tað umframt bótarveðrin, ið ofrast skal sum bót fyri hann. Allar gávur alt tað, ið Ísraelsmenn halga og koma til prestin við skal hann eiga. Honum skulu hinar heiløgu gávur frá øllum hoyra til; tað, ið onkur gevur prestinum, skal hann eiga.?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið kona forbrýtur seg móti manni sínum og er honum ótrúgv, og annar maður liggur hjá henni, uttan at maður hennara veit um tað, og uttan at tað er uppdagað tóat tað er so, at hon hevur latið seg vanæra og uttan at nakað vitni er ímóti henni, við tað at hon er ikki tikin í gerðini, men illtankaandin kortini kemur á mannin, so hann fær illtanka til konu sína, og tað eisini er so, at hon hevur latið seg vanæra ella illtankaandin kemur á hann, so hann fær illtanka til konu sína, tóat hon ikki hevur latið seg vanæra so skal maðurin koma til prestin við konu síni og hava við sær sum offur fyri hana tíggjundapartin av efu av byggmjøli; men hann má hvørki stoyta olju út yvir tað ella leggja roykilsi á tað; tí tað er illtankaoffur, minningarmatoffur, sum skal minna um misgerð. So skal presturin leiða hana fram og lata hana standa fyri ásjón HARRANS. Presturin skal taka heilagt vatn í leirílat og taka nakað av dustinum, ið er á gólvi tabernakulsins, og lata tað í vatnið. So skal presturin leiða kvinnuna fram fyri ásjón HARRANS, loysa hár hennara og leggja minningarmatofrið í hendur hennara illtankamatoffur er tað; í hondini skal presturin hava beiskleikavatnið, sum voldir bann. Síðani skal presturin taka kvinnuna í eið og siga við hana: ?Hevur nú eingin ligið hjá tær, og hevur tú ikki verið manni tínum ótrúgv og latið teg vanæra, so skalt tú einki mein hava av hesum beiskleikavatni, sum voldir bann. Men er tað so, at tú hevur verið manni tínum ótrúgv og latið teg vanæra, og hevur nakar annar enn maður tín ligið hjá tær? nú skal presturin lesa illbønareiðin upp fyri kvinnuni og siga við hana: ?So skal HARRIN gera teg til bann og til illbøn millum fólk títt; Hann skal lata lendar tínar svinna og búk tín bólgna upp. Hetta vatnið, sum voldir bann, skal fara niður í innvøl tín, so at búkur tín bólgnar upp, og lendar tínar svinna!? Og kvinnan skal svara: ?Amen, amen!? So skal presturin skriva hesar illbønir á eitt blað og vaska tað burtur aftur við beiskleikavatninum. Og hann skal lata kvinnuna drekka beiskleikavatnið, sum voldir bann, og vatnið, ið voldir bann, skal fara niður í hana og verða henni til vanlukku. Síðani skal presturin taka illtankamatofrið úr hond kvinnunnar, sveiggja tað fyri ásjón HARRANS og bera tað fram at altarinum. Presturin skal taka ein neva av matofrinum og brenna tað á altarinum sum minningaroffur; síðani skal hann lata kvinnuna drekka vatnið. Táið hann nú hevur latið hana drekka vatnið, skal so verða, at hevur hon latið seg vanæra og verið manni sínum ótrúgv, so skal vatnið, ið voldir bann, fara niður í hana og verða henni til vanlukku; búkur hennara skal bólgna upp, og lendar hennara skulu svinna; og henda kvinna skal verða til illbøn millum fólk sítt. Men hevur kvinnan ikki latið seg vanæra er hon rein so skal hon einki mein hava av tí, og hon skal kunna fáa børn. Hetta er illtankalógin táið kvinna er manni sínum ótrúgv og letur seg vanæra, ella táið illtankaandin kemur á mann, so hann fær illtanka til konu sína; tá skal hann leiða konuna fram fyri ásjón HARRANS, og presturin skal gera við hana alt tað, ið sagt er í hesi lóg. Maðurin skal vera sakleysur, men kvinnan skal bøta fyri misgerð sína.?? KAPITUL Lóg um Nasirearar, Hin prestaliga signing, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið maður ella kvinna ger heilagt lyfti um at vilja vera Nasireari og víga seg HARRANUM, so skal hann halda seg frá víni og sterkum drykki; edik av víni ella annan sterkan edik má hann ikki drekka, ei heldur nakran drykk, ið er gjørdur úr vínberum; og hvørki bleyt ella turkað vínber má hann eta. So leingi sum nasirearatíð hansara varir, má hann einki eta av tí, ið kemur av víntrænum, líka frá kjarna til skal. So leingi sum nasirearalyfti hansara varir, má rakiknívur ikki koma á høvd hansara; inntil tíðin er úti, sum hann vígir seg HARRANUM, skal hann vera heilagur og lata hárið vaksa sítt. So leingi sum hann er Nasireari HARRANS, má hann ongum líki koma nær. Um tað so er faðir, móðir, bróðir ella systir hansara, ið doyr, má hann ikki fyri teirra skuld gera seg óreinan; tí hann ber á høvdinum merki uppá, at hann er Nasireari Guds síns. So leingi sum nasirearatíð hansara varir, er hann HARRANUM halgaður. Men doyr onkur hjá honum óvart og knappliga, og hann soleiðis kemur at gera høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, óreint, so skal hann raka høvd sítt, tann dagin ið hann aftur verður reinur; sjeynda dagin skal hann raka tað. Og áttanda dagin skal hann koma til prestin við tveimum turtildúvum ella tveimum dúvuungum at durum samkomutjaldsins. Presturin skal ofra annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur og gera bót fyri hann og reinsa hann, við tað at hann hevur syndað við at nema við lík. Síðani skal hann aftur sama dag halga høvd sítt og uppaftur víga seg til Nasireara fyri HARRANUM, líka langa tíð sum hann av fyrstum hevði vígt seg, og koma við veturgomlum seyði sum skyldofri; tíðin, ið gingin er, verður ikki uppíroknað, við tað at hann gjørdi vígda høvd sítt óreint. Hetta er lógin um Nasirearan: Táið nasirearatíð hansara er at enda, skal hann verða leiddur fram at durum samkomutjaldsins; og hann skal bera HARRANUM fram offur sítt, veturgamlan, lýtaleysan veðr til brennioffur, lýtaleysa gimbur til syndoffur og lýtaleysan veðr til takkoffur, kurv við ósúrgaðum breyði av finum mjøli, køkur við olju í, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju umframt matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra. So skal presturin bera tað fram fyri ásjón HARRANS og ofra syndoffur og brennioffur hansara. Veðrin skal hann ofra HARRANUM sum takkoffur saman við teimum ósúrgaðu breyðunum í kurvini; síðani skal presturin ofra matoffur og drykkjuoffur hansara. So skal Nasirearin fyri durum samkomutjaldsins raka høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, og hann skal taka hárið nasirearamerki sítt og leggja tað á eldin, ið er undir takkofrinum. Presturin skal taka annan bógvin av veðrinum kókaðan og eina ósúrgaða køku og eina ósúrgaða flatkøku úr kurvini og leggja tað í hendur Nasirearans, eftir at hann hevur rakað nasirearamerkið av sær. Hesar gávur skal presturin sveiggja fyri ásjón HARRANS; tað er heilagt og skal hoyra prestinum til, umframt sveiggibringuna og offurgávutjógvið. Síðani kann Nasirearin aftur drekka vín. Hetta er lógin um tann, ið ger nasirearalyfti; hetta er tað, ið hann skal ofra HARRANUM, við tað at hann hevur gjørt nasirearalyfti umframt tað, ið hann annars hevur ráð til; hann skal halda seg eftir lyftinum, ið hann hevur gjørt, og fylgja tí, ið lógin um vígslu hansara krevur.?? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Áron og synir hansara og sig: ?Táið tit signa Ísraelsmenn, skulu tit siga við teir: ?HARRIN signi teg og varðveiti teg! HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!?? Soleiðis skulu teir leggja navn Mítt á Ísraelsmenn, og Eg skal signa teir.? KAPITUL Halgigávur høvdinganna. Táið Móses var liðugur at seta tabernaklið upp og hevði salvað og halgað tað við øllum, ið til hoyrdi, og líkaleiðis salvað og halgað altarið við øllum, ið til hoyrdi, tá komu høvuðsmenn Ísraels, høvd fedrahúsa teirra, ættarhøvdingarnir, teir, ið høvdu staðið fyri teljingini, og bóru fram offurgávu. Teir bóru fram offurgávu sína fyri ásjón HARRANS, seks vagnar við húsi og tólv tarvar, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og ein tarv fyri hvønn; teir komu fram fyri tabernaklið við tí. Tá segði HARRIN við Móses: ?Tak við hesum frá teimum, so tað kann verða nýtt til tænastu við samkomutjaldið, og lat Levitarnar fáa tað, eftir sum einum og hvørjum teirra tørvar tað í tænastu síni!? Móses tók tá vagnarnar og tarvarnar og læt Levitarnar fáa teir. Tveir vagnar og fýra tarvar gav hann Gersonitum, eftir serligu tænastu teirra. Fýra vagnar og átta tarvar gav hann Meraritum, eftir serligu tænastu teirra, sum Itamar, sonur Áron prest, rættleiddi teir í. Men Kahatitum gav hann einki; tí teimum var arbeiðið við hitt heilaga latið upp í hendur, og teir skuldu bera tað á herðunum. Tann dagin, ið altarið varð salvað, komu høvdingarnir við offurgávum til altarvígsluna, og teir komu fram fyri altarið við offurgávum sínum. Tá segði HARRIN við Móses: ?Lat høvdingarnar koma hvønn sín dagin við offurgávu síni til altarvígsluna!? Tann, ið bar fram offurgávu sína fyrsta dagin, var Nason, sonur Amminadab, av ætt Juda. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Nason, syni Amminadab. Annan dagin kom Netanel, sonur Zuar, høvdingi Issakars, við offurgávu síni. Hann bar fram sum offurgávu sína silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungan tarv, veðr og veturgamlan seyð, til brennioffur, bukk, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlar seyðir. Hetta var offurgávan frá Netanel, syni Zuar. Triðja dagin kom høvdingi Zebulonita, Eliab, sonur Helon. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Eliab, syni Helon. Fjórða dagin kom høvdingi Rubenita, Elizur, sonur Sede'ur. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Elizur, syni Sede'ur. Fimta dagin kom høvdingi Símeonita, Selumiel, sonur Zurisaddai. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Selumiel, syni Zurisaddai. Sætta dagin kom høvdingi Gadita, Eljasaf, sonur De'uel. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av finum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Eljasaf, syni De'uel. Sjeynda dagin kom høvdingi Efra'imita, Elisama, sonur Ammihud. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av finum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Elisama, syni Ammihud. Áttanda dagin kom høvdingi Manassita, Gamliel, sonur Pedazur. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Gamliel, syni Pedazur. Níggjunda dagin kom høvdingi Benjaminita, Abidan, sonur Gideoni. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Abidan, syni Gideoni. Tíggjunda dagin kom høvdingi Danita, Ahiezer, sonur Ammisaddai. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Ahiezer, syni Ammisaddai. Ellivta dagin kom høvdingi Aserita, Pagiel, sonur Okran. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Pagiel, syni Okran. Tólvta dagin kom høvdingi Naftalita, Ahira, sonur Enan. Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði seklar, og silvurskál, sum vigaði seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur, gullskál, sum vigaði seklar og var full av roykilsi, ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur, bukkur, til syndoffur, og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. Hetta var offurgávan frá Ahira, syni Enan. Hetta vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til altarvígsluna, táið altarið varð salvað: silvurføt, silvurskálir og gullskálir; hvørt silvurfatið vigaði seklar, og hvør silvurskálin seklar; tilsamans vigaðu øll silvuríløtini seklar, eftir halgidómsvektini. Tær gullskálirnar sum vóru fullar av roykilsi vigaðu seklar hvør, eftir halgidómsvektini; allar gullskálirnar tilsamans vigaðu seklar. Kríatúrini til brenniofrið vóru tilsamans tarvar, veðrar og veturgamlir seyðir við matofrinum, ið til hoyrdi og bukkar til syndoffur. Kríatúrini til takkofrið vóru tilsamans tarvar, veðrar, bukkar og veturgamlir seyðir. Hetta vóru gávurnar til altarvígsluna, táið altarið varð salvað. Táið Móses fór inn í samkomutjaldið at tala við HARRAN, hoyrdi hann røddina tala til sín av náðistólinum, sum var oman á vitnisburðarørkini, úr rúminum millum kerúbarnar báðar; har talaði Hann við hann. KAPITUL Ljósastakin, Levitarnir verða vígdir, HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tala við Áron og sig við hann: ?Táið tú setur upp lampurnar, skalt tú seta tær so, at allar sjey lampurnar kasta ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan!?? Hetta gjørdi so Áron; hann setti lampurnar so upp, at tær kastaðu ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Ljósastakin var av slignum gulli; fóturin og blómurnar á honum vóru sligið arbeiði; eftir myndini, ið HARRIN hevði víst honum, hevði Móses gjørt ljósastakan. Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Skil Levitarnar burtur úr Ísraelsmonnum og reinsa teir! Soleiðis skalt tú bera teg at, táið tú reinsar teir: Tú skalt sletta reinsivatn á teir, og teir skulu lata rakiknív ganga yvir alt likam sítt og vaska klæði síni og soleiðis reinsa seg. Síðani skulu teir taka ungan tarv og matofrið, ið til hoyrir, fínt mjøl blandað við olju; og ein annan ungan tarv skalt tú taka til syndoffur. Nú skalt tú lata Levitarnar koma fram fyri samkomutjaldið, og tú skalt kalla saman alla samkomu Ísraelsmanna. Táið tú so hevur latið Levitarnar stíga fram fyri ásjón HARRANS, skulu Ísraelsmenn leggja hendur sínar á Levitarnar, og Áron skal víga HARRANUM teir fyri Ísraelsmenn, á sama hátt sum táið hann sveiggjar ofrið fyri ásjón HARRANS; síðani skulu teir tæna HARRANUM, tað skal vera arbeiði teirra. Nú skulu Levitarnir leggja hendur sínar á høvd tarvanna, og tú skalt ofra HARRANUM annan til syndoffur og annan til brennioffur og soleiðis gera bót fyri Levitarnar. So skalt tú lata Levitarnar stíga fram fyri Áron og synir hansara og víga HARRANUM teir, á sama hátt sum táið ofrið verður sveiggjað fyri HARRANUM. Soleiðis skalt tú skilja Levitarnar út frá Ísraelsmonnum, og Levitarnir skulu hoyra Mær til. Síðani táið tú hevur reinsað og vígt teir skulu Levitarnir koma og gera tænastu við samkomutjaldið. Tí teir eru Mær givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum; Eg havi tikið Mær teir til ogn í staðin fyri alt tað hjá Ísraelsmonnum, sum opnar móðurlív, alt frumborið. Tí Eg eigi alt frumborið hjá Ísraelsmonnum, bæði fólk og fæ; ta ferðina ið Eg drap alt frumborið í Egyptalandi, halgaði Eg Mær tað. Men nú havi Eg tikið Levitarnar í staðin fyri alt frumborið hjá Ísraelsmonnum; Eg tók Levitarnar út millum Ísraelsmenn og gav Áron og sonum hansara teir, fyri at teir skulu gera tænastu við samkomutjaldið fyri Ísraelsmenn og gera bót fyri teir fyri at Ísraelsmenn skulu ikki koma halgidóminum nær og soleiðis leiða vanlukku oman yvir seg.? Móses, Áron og øll samkoma Ísraelsmanna gjørdu so við Levitarnar; á allan hátt so sum HARRIN hevði álagt Mósesi viðvíkjandi Levitunum, gjørdu Ísraelsmenn við teir. Levitarnir reinsaðu seg og vaskaðu klæði síni, og Áron vígdi teir fyri ásjón HARRANS, á sama hátt sum táið sveiggioffur verður vígt, og gjørdi bót fyri teir, so teir vórðu reinir. Síðani komu Levitarnir og gjørdu tænastu sína við samkomutjaldið undir Áron og sonum hansara. Sum HARRIN hevði álagt Mósesi viðvíkjandi Levitunum, so gjørdu teir við teir. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Hetta er lógin, ið geldur viðvíkjandi Levitunum: Tann, ið er ár ella eldri, skal koma og gera tænastu við at arbeiða við samkomutjaldið. Men táið Leviturin verður ár, skal hann geva uppat at gera tænastu og ikki arbeiða longur; hann kann ganga brøðrum sínum til handa í samkomutjaldinum og akta eftir tí, ið har er at akta eftir; men fasta tænastu skal hann ikki hava. Soleiðis skalt tú gera við Levitarnar í øllum, sum teir hava at varðveita.? KAPITUL Páskirnar, Skýstólpin, Í fyrsta mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi, talaði HARRIN soleiðis við Móses í Sinaioyðimørk: ?Ísraelsmenn skulu halda páskir ta ásettu tíðina. Tann fjúrtanda í hesum mánaðinum, um sólsetur, skulu tit halda tær ta ásettu tíðina. Eftir øllum lógunum og fyriskipanunum um tær skulu tit halda tær.? Móses segði nú við Ísraelsmenn, at teir skuldu halda páskir. Teir hildu tá páskir í Sinaioyðimørk tann fjúrtanda í fyrsta mánaði, um sólsetur; á allan hátt sum HARRIN hevði álagt Mósesi, so gjørdu Ísraelsmenn. Men har vóru nakrir menn, ið vóru vorðnir óreinir av líki, so at teir fingu ikki hildið páskir tann dagin; hesir menn stigu henda sama dag fram fyri Móses og Áron og søgdu við hann: ?Vit eru vorðnir óreinir av líki; hví skal okkum vera forðað at bera fram offurgávu HARRANS ta ásettu tíðina saman við hinum Ísraelsmonnum!? Móses svaraði teimum: ?Steðgið, inntil eg fái at hoyra, hvat boð HARRIN gevur viðvíkjandi tykkum!? HARRIN talaði nú við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Táið onkur av tykkum ella av eftirkomarum tykkara er vorðin óreinur av líki ella er á langferð, so skal hann kortini halda páskir fyri HARRANUM; tann fjúrtanda í øðrum mánaði, um sólsetur, skulu teir halda tær; við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu teir eta páskalambið. Teir mugu einki leiva av tí til morgunin eftir, og teir mugu einki bein bróta í tí; teir skulu í einum og øllum halda páskirnar eftir lógini um tær. Men tann, ið er reinur og ikki er á ferð, og sum kortini letur vera at halda páskir, hann skal verða oyddur úr fólki sínum, aftur fyri at hann bar ikki fram offurgávu HARRANS ta ásettu tíðina; tann maður skal bøta fyri synd sína. Táið ein fremmandur er at vera hjá tykkum og vil halda páskir fyri HARRANUM, skal hann halda tær eftir lógini um páskirnar og eftir fyriskipanunum um tær. Ein og sama lóg skal galda fyri tykkum, bæði fyri hin fremmanda og fyri tann, ið føddur er í landinum.?? Tann dagin ið tabernaklið varð reist, lá skýggið á tabernaklinum, vitnisburðartjaldinum; um kvøldið var eins og eldglæma at síggja yvir tabernaklinum, og hon varð líka til um morgunin. So var altíð: Um dagin lá skýggið á tí, um náttina var eins og eldglæma. Hvørja ferð skýggið lætti av tjaldinum, fóru Ísraelsmenn við tað sama avstað, og har sum skýggið steðgaði, har reistu Ísraelsmenn tjøldini. Eftir boði HARRANS fóru Ísraelsmenn avstað, og eftir boði HARRANS reistu teir tjøldini. So leingi sum skýggið lá á tabernaklinum, hildu teir seg í friði í tilhaldinum. Táið skýggið lá á tabernaklinum leingi, so gjørdu Ísraelsmenn eftir tí, ið HARRIN hevði sagt, og fóru ikki avstað. Viðhvørt lá skýggið bert nakrar fáar dagar á tabernaklinum; tá hildu teir seg í friði, so leingi sum HARRIN vildi og fóru avstað, táið Hann vildi. Og viðhvørt lá skýggið har bert frá kvøldi til morguns; táið tá skýggið lætti um morgunin, fóru teir avstað. Ella um so var, at tað lá har ein dag og eina nátt og síðani lætti, so fóru teir avstað tá. Ella um tað var har einar tveir dagar ella ein mánað ella enn longur, so at skýggið leingi varð liggjandi á tabernaklinum, so hildu Ísraelsmenn seg í friði í tilhaldinum og fóru ikki avstað; men táið tað lætti, fóru teir avstað. Eftir boði HARRANS reistu teir tjøldini, og eftir boði HARRANS fóru teir avstað; teir gjørdu eftir tí, ið HARRIN hevði sagt eftir boði HARRANS við Mósesi. KAPITUL Lúðrar prestanna, Farið verður frá Sinai, Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tú skalt gera tær tveir lúðrar av slignum silvuri. Teir skalt tú nýta, táið samkoman skal kallast saman, og táið herurin skal fara avstað. Táið blást verður í báðar, skal øll samkoman savnast hjá tær fyri durum samkomutjaldsins. Verður blást bert í annan, so skulu høvdingarnir, høvdini fyri ættum Ísraels, koma saman hjá tær. Táið tit blása harðblástur, skulu teir herarnir fara avstað, sum eystanfyri liggja. Táið tit blása harðblástur aðru ferð, skulu teir herarnir fara avstað, sum sunnanfyri liggja. Harðblástur skal blásast, táið teir skulu fara avstað. Men táið samkoman skal kallast saman, skulu tit blása sum vanligt, ikki harðblástur. Synir Áron, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar. Hetta skal vera tykkum ævig lóg mann eftir mann. Táið tit í landi tykkara fara í bardaga móti fíggindum, sum herja á tykkum, skulu tit blása harðblástur við lúðrunum; so skal HARRIN Gud tykkara minnast tykkum, og tit skulu verða frelst frá fíggindum tykkara. Gleðidagar tykkara, á høgtíðum tykkara og sólkomudagar tykkara skulu tit blása í lúðrarnar, táið tit ofra brennioffur og takkoffur tykkara; so skulu tey minna Gud tykkara á tykkum. Eg eri HARRIN Gud tykkara!? Tann tjúgunda í øðrum mánaði annað árið lætti skýggið av vitnisburðartabernaklinum. Tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinaioyðimørk og hildu fram í dagsferðum; og skýggið steðgaði í Paransoyðimørk. Hetta var fyrsta ferðin, ið teir fóru avstað eftir boði HARRANS við Mósesi. Fyrst fór Judaherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Nason, sonur Amminadab. Ætt Issakars høvdingi yvir flokki teirra var Netanel, sonur Zuar. Ætt Zebulons høvdingi yvir flokki teirra var Eliab, sonur Helon. Nú varð tabernaklið tikið niður, og Gersonitar og Meraritar, teir, ið bóru tabernaklið, fóru avstað. So fór Rubensherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Elizur, sonur Sede'ur. Ætt Símeons høvdingi yvir flokki teirra var Selumiel, sonur Zurisaddai. Ætt Gads høvdingi yvir flokki teirra var Eljasaf, sonur De'uel. Nú fóru Kahatitar avstað, teir, ið bóru hitt háheilaga, og hinir* reistu tabernaklið, inntil teir komu. So fór Efra'imsherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Elisama, sonur Ammihud. Ætt Manasse høvdingi yvir flokki teirra var Gamliel, sonur Pedazur. Ætt Benjamins høvdingi yvir flokki teirra var Abidan, sonur Gideoni. So fór Dansherurin avstað við hermerki sínum flokkur eftir flokk; teir vóru aftastir í øllum herfylginum; høvdingi yvir heri teirra var Ahiezer, sonur Ammisaddai. Ætt Asers høvdingi yvir flokki teirra var Pagiel, sonur Okran. Ætt Naftali høvdingi yvir flokki teirra var Ahira, sonur Enan. Soleiðis gekk tað, táið Ísraelsmenn fóru avstað, flokkur eftir flokk; soleiðis fóru teir avstað. Móses segði við Hobab Midjanit, son Re'uel, verfaðir Móses: ?Vit halda nú avstað fyri at fara til landið, ið HARRIN hevur lovað at geva okkum. Kom við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí HARRIN hevur lovað Ísrael alt tað, ið gott er!? Men hann svaraði honum: ?Eg komi ikki við, eg fari heim til land mítt og ætt mína!? Tá segði Móses: ?Á nei, far ikki frá okkum! Tú veitst jú best, hvar vit kunnu reisa tjøldini í oyðimørkini; tú skalt vera eyga okkara. Kemur tú við okkum, so skulu vit geva tær part í øllum tí góða, ið HARRIN fer at geva okkum.? So fóru teir tá frá fjalli HARRANS tríggjar dagsferðir, og sáttmálaørk HARRANS var undan teimum allar tríggjar dagarnar, at leita teimum eftir hvíldarstaði. Skýggj HARRANS var yvir teimum um dagin, táið teir fóru avstað úr tilhaldinum. Hvørja ferð ørkin fór avstað, segði Móses: ?Reis Teg, HARRI, so fíggindar Tínir verða spjaddir, og teir, ið hata Teg, flýggja fyri ásjón Tíni!? Táið hon steðgaði, segði hann: ?Kom aftur, HARRI, til hini tíggjutúsund túsund Ísraels!? KAPITUL Fólkið knarrar í Tabera. Harrin straffar tey, Fólkið vil hava kjøt, Lynghøsnini. Hinir elstu, Men fólkið knarraði hart fyri HARRANUM um, at tey høvdu tað so ringt; táið HARRIN hoyrdi hetta, tendraðist vreiði Hansara, og eldur HARRANS sló niður ímillum teirra og gjørdi enda á nøkrum ytst í tilhaldinum. Tá rópti fólkið til Móses, og Móses bað til HARRAN fyri teimum; so sløknaði eldurin. Tí varð hetta stað kallað Tabera; tí eldur HARRANS sló niður ímillum teirra. Men hin blandaði fólkahópurin, ið við teimum var, tráaði eftir øðrum kosti, og so fóru Ísraelsmenn aftur at gráta og søgdu: ?Høvdu vit bert havt kjøt at etið! Vit minnast fiskin, ið vit fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkarnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin! Men nú ørmaktast sál okkara; tí her er hvørki eitt ella annað vit síggja aldri nakað uttan hetta mannað!? Mannað líktist korianderfræi og sá út sum bdellium. Fólkið gekk um og sankaði tað; síðani mólu tey tað á kvørn ella stoyttu tað í mortara, kókaðu tað so í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði tá sum oljukøka. Táið døggin um náttina fall yvir tilhaldið, fall mannað niður saman við henni. Táið Móses hoyrdi, hvussu allar ættir fólksins grótu, hvør fyri tjalddurum sínum, og sá, at vreiði HARRANS tendraðist svárliga upp, tykti honum tað illa. Og Móses segði við HARRAN: ?Hví hevur Tú gjørt so illa við tænara Tín, og hví havi eg ikki funnið náði fyri eygum Tínum síðani Tú hevur lagt alt hetta fólk sum byrði á meg? Eri eg tá móðir ella faðir at øllum hesum fólki, síðani Tú krevur, at eg skal bera tey í favninum til landið, ið Tú við eiði hevur lovað fedrum teirra eins og fosturmamman ber bróstabarnið! Hvaðani skal eg taka kjøt til alt hetta fólk! Tey koma jú grátandi til mín og siga: ?Lat okkum fáa kjøt at eta!? Eg eri ikki mentur at bera hetta fólk einsamallur, tað er mær ov tungt! Ætlar Tú at fara so við mær, so drep meg fyrr so satt sum eg havi funnið náði fyri eygum Tínum so eg sleppi frá at síggja henda syndarliga stand!? HARRIN svaraði Mósesi: ?Kalla Mær saman menn av teimum elstu í Ísrael, menn, sum tú veitst, eru hinir elstu fólksins og umsjónarmenn tess! Tak teir so við tær til samkomutjaldið og lat teir standa hjá tær har! So skal Eg koma niður og tosa við teg har, og Eg skal taka av Andanum, sum á tær er, og lata koma á teir, so teir kunnu bera byrðina av fólkinum saman við tær, og tú ikki noyðist at bera hana einsamallur. Og við fólkið skalt tú siga: ?Halgið tykkum til í morgin! So skulu tit fáa kjøt at eta við tað at tit hava grátið fyri oyrum HARRANS og sagt: ?Høvdu vit bert havt kjøt at etið! Vit høvdu tað jú betri í Egyptalandi!? Nú skal HARRIN geva tykkum kjøt, so tit fáa etið og tað ikki bert ein dag ella tveir ella fimm ella tíggju ella tjúgu dagar, men ein heilan mánað, inntil tit ikki tola roykin av tí longur, og tykkum býður ímóti aftur fyri at tit hava vanvirt HARRAN, sum er mitt ímillum tykkara, og grátið fyri ásjón Hansara og sagt: ?Hví mundu vit fara út av Egyptalandi!??? Móses svaraði: ? mans til gongu er hetta fólk í tali, sum eg havi rundan um meg, og Tú sigur: ?Eg skal fáa teimum kjøt, so tey hava nóg mikið at eta ein heilan mánað!? Er tá so nógv av smáfæi og neytum at drepa til teirra, at tað kann røkka til! Ella skal allur fiskurin í sjónum verða savnaður saman til teirra, so tað kann røkka til!? HARRIN svaraði Mósesi: ?Er armur HARRANS styttur! Nú skalt tú fáa at síggja, um tær fer at gangast, sum Eg havi sagt, ella ikki!? Móses fór nú út og kunngjørdi fólkinum orð HARRANS. Síðani savnaði hann saman av hinum elstu fólksins og bað teir standa rundan um samkomutjaldið. Tá kom HARRIN niður í skýnum og talaði við hann, og Hann tók av Andanum, sum á honum var, og læt koma á hinar elstu. Og táið Andin hvíldi á teimum, profeteraðu teir; men tað hendi teir ikki uppaftur. Men tveir menn høvdu verið eftir í tilhaldinum; annar æt Eldad, og annar Medad. Eisini á teir kom Andin, tí teir vóru ímillum teirra, ið uppskrivaðir vóru, men vóru ikki farnir út til tjaldið; nú fóru teir at profetera í tilhaldinum. Tá kom ein ungur drongur rennandi út og segði Mósesi frá hesum: ?Eldad og Medad eru farnir at profetera í tilhaldinum!? Josva, sonur Nun, sum hevði gingið Mósesi til handa, frá tí hann var ungur, segði tá: ?Móses, harri mín, forbjóða teimum tað!? Men Móses segði við hann: ?Ert tú øvundsjúkur fyri meg? Eg vildi, at alt fólk HARRANS var profetar, eg vildi, at HARRIN skuldi lagt Anda Sín á tey!? So fór Móses inn aftur í tilhaldið, hann og hinir elstu í Ísrael. Tá brast á stormur frá HARRANUM; hann hevði lynghøsn við sær inn av havinum og bar tey inn yvir tilhaldið og so langt sum eina dagsferð í allar ættir rundan um tilhaldið og einar tvær alin upp frá jørðini. Tá fór fólkið undir at taka lynghøsnini allan tann dagin, alla náttina og allan dagin eftir; eingin tók minni enn tíggju homerar. Og tey breiddu tey út rundan um tilhaldið. Men meðan kjøtið enn var ímillum tenn teirra áðrenn tað var uppetið tendraðist vreiði HARRANS móti fólkinum, og HARRIN læt ógvuliga mong falla millum fólkið. Tí kallaðu tey hetta staðið Kibrot-Hatta'ava; tí har jarðaðu teir tey, ið marglátin høvdu verið. Úr Kibrot-Hatta'ava fór fólkið til Hazerot, og tey gjørdu steðg í Hazerot. KAPITUL Áron og Mirjam eru øvundsjúk á Móses, Mirjam verður straffað, Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu. Tey søgdu: ?Er tá Móses tann einasti, ið HARRIN hevur talað við! Hevur Hann ikki eisini talað við okkum!? Og HARRIN hoyrdi tað. Men Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð. Alt í einum segði HARRIN við Móses, Áron og Mirjam: ?Farið út til samkomutjaldið øll trý!? Tey fóru tá øll trý út hagar. Tá kom HARRIN niður í skýstólpanum; Hann stóð í tjalddurunum og rópti Áron og Mirjam, og tey fóru bæði út hagar. Hann segði: ?Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum. Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum. Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS. Hvussu bar tað tá til, at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?? Og vreiði HARRANS tendraðist móti teimum, og Hann fór frá teimum. Táið nú skýggið dró burtur av tjaldinum, var Mirjam spitølsk hvít sum kavi; táið Áron vendi sær móti Mirjam, sá hann, at hon var spitølsk. Tá segði Áron við Móses: ?Hoyr meg, harri! Lat okkum ikki bøta fyri synd, ið vit hava gjørt í dárskapi! Lat hana ikki vera sum andleystføtt barn, sum helvtin av kjøtinum er rotnað á, táið tað kemur úr móðurlívi!? Móses rópti tá til HARRAN og segði: ?Á Gud, ger hana fríska aftur!? HARRIN svaraði Mósesi: ?Hevði faðir hennara spýtt í andlit hennara, mundi hon tá ikki sitið við skomm síni í sjey dagar! Tí skal hon í sjey dagar vera útistongd frá tilhaldinum; so kann hon verða innaftur tikin.? Mirjam varð tá útistongd frá tilhaldinum í sjey dagar, og fólkið fór ikki longur, fyrrenn Mirjam var afturkomin. Síðani fór fólkið avstað úr Hazerot, og tey reistu tjøldini í Paransoyðimørk. KAPITUL Hinir njósnararnir. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Send nakrar menn avstað at kanna Kána'ansland, sum Eg fari at geva Ísraelsmonnum! Ein mann av hvørji fedraætt skulu tit senda, og ongar uttan menn, ið eru høvdingar millum teirra.? Móses sendi teir tá úr Paransoyðimørk eftir boði HARRANS, menn, ið allir vóru høvdingar millum Ísraelsmenn. Hetta eru nøvn teirra: Av ætt Rubens Sammua, sonur Zakkur, av ætt Símeons Safat, sonur Hori, av ætt Juda Kaleb, sonur Jefunne, av ætt Issakars Jigeal, sonur Jósef, av ætt Efra'ims Hosea, sonur Nun, av ætt Benjamins Palti, sonur Rafu, av ætt Zebulons Gaddiel, sonur Sodi, av ætt Jósefs av ætt Manasse Gaddi, sonur Susi, av ætt Dans Ammiel, sonur Gemalli, av ætt Asers Setur, sonur Mikael, av ætt Naftali Nabi, sonur Vofsi, av ætt Gads Ge'uel, sonur Maki. Hetta vóru nøvn teirra manna, ið Móses sendi at kanna landið. Men Móses gav Hosea, syni Nun, navnið Josva. Móses sendi teir tá avstað at kanna Kána'ansland. Hann segði við teir: ?Farið inn í Suðurlandið, og farið niðan í fjøllini, og hyggið, hvussu landið er, og um fólkið, ið býr har, er sterkt ella veikt, um tey eru fá ella mong, um landið, ið tey búgva í, er gott ella vánaligt, og um býirnir, ið tey búgva í, eru tjaldbygdir ella víggirdir staðir, og hvussu jørðin er, um hon er feit ella soltin, og um trø vaksa har ella ikki! Havið nú gott áræði og takið aftur við tykkum okkurt av ávøksti landsins!? Tað var júst um ta tíðina, táið tey fyrstu vínberini vóru staðin. Teir fóru nú avstað og kannaðu landið úr Zinsoyðimørk líka til Rehob, har sum leiðin liggur til Hamat. Teir fóru inn í Suðurlandið og komu til Hebron; har búðu Ahiman, Sesai og Talmai, eftirkomarar Anaks. Hebron er grundað sjey ár fyrr enn Zoan í Egyptalandi. Táið teir komu í Eskoldal, skóru teir har grein av víntræi; hon bar vínberjatyssi, sum tveir menn máttu vera um at bera á beristong; líkaleiðis tóku teir nøkur granatepli og nakrar fikur. Hetta staðið fekk navnið Eskoldalur eftir vínberjatyssinum, ið Ísraelsmenn skóru av har. Táið fjøruti dagar vóru gingnir, komu teir aftur og høvdu tá kannað landið. Teir komu til Móses og Áron og alla samkomu Ísraelsmanna í Paransoyðimørk í Kades og góvu teimum og allari samkomuni frásøgn um tað, ið teir høvdu sæð, og vístu teimum ávøkst landsins. ?Vit komu til landið, ið tú sendi okkum til? søgdu teir við Móses ?og tað er vist, at tað er land, ið flýtur í mjólk og hunangi her er ávøkstur tess! Men sterkt er fólkið, sum í landinum býr, og býirnir eru víggirdir og ógvuliga stórir, ja, vit sóu eisini eftirkomarar Anaks har! Amalekitar búgva í suðurlandinum, Hetitar, Jebusitar og Amoritar í fjallalandinum, og Kána'anitar úti við havið og fram við Jordan.? Tá byrjaði fólkið at knarra móti Mósesi; men Kaleb royndi at sissa tey og segði: ?Latið okkum bert fara hagar og leggja landið undir okkum vit taka tað sum einki!? Men menninir, ið høvdu verið har saman við honum, søgdu: ?Vit eru ikki menn fyri at fara ímóti hasum fólki, tí tað er sterkari enn vit!? Teir tosaðu ilt millum Ísraelsmenn um landið, ið teir høvdu verið og kannað, og søgdu: ?Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er eitt land, ið etur upp tey, sum í tí búgva, og alt fólkið, ið vit sóu har, var risavaksið. Har sóu vit risar synir Anak, sum eru av risaætt; móti teimum vóru vit í okkara egnu eygum sum grashoppur, og sama hildu teir um okkum.? KAPITUL Fólkið knarrar, Vreiði Harrans, Móses biður fyri fólkinum, Harrin fyrigevur, men revsar, Fólkið roynir at taka Kána'ansland, men tapir, Tá fór øll samkoman at rópa og skríggja, og fólkið græt alla náttina. Allir Ísraelsmenn knarraðu inn á Móses og Áron; øll samkoman segði við teir: ?Høvdu vit bert doyð í Egyptalandi ella her í oyðimørkini á, høvdu vit verið deyð! Hví leiðir HARRIN okkum inn í hetta land, táið vit skulu falla fyri svørði, og konur og børn okkara verða herfongur fíggindans? Hevði tað ikki verið okkum betri at vent aftur til Egyptalands?? Og tey søgdu hvørt við annað: ?Latið okkum velja okkum formann og venda aftur til Egyptalands!? Tá fullu Móses og Áron niður á andlit síni framman fyri allari samkomu Ísraelsmanna, ið samansavnað var. Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne sum verið høvdu við at kanna landið skræddu klæði síni og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: ?Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovurhonds gott land. Standa vit væl í eygum HARRANS, so leiðir Hann okkum inn í hetta land og gevur okkum tað, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi. Setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM, og ræðist ikki fyri fólkinum har í landinum, tí tey skulu ikki vera okkum meir enn ein munnbiti! Vernd teirra er vikin frá teimum, men við okkum er HARRIN ræðist ikki fyri teimum!? Tá ætlaði øll samkoman at steina teir; men so opinberaðist dýrd HARRANS í samkomutjaldinum fyri øllum Ísraelsmonnum. HARRIN segði við Móses: ?Hvussu leingi skal hetta fólk háða Meg, og hvussu leingi skulu tey seta seg ímóti at trúgva á Meg, tóat Eg havi gjørt so mong tekin ímillum teirra! Eg skal sláa tey við pesti og gera enda á teimum, og so skal Eg gera teg til eitt størri og sterkari fólk enn hetta!? Men Móses segði við HARRAN: ?Egyptar hava hoyrt, at Tú í veldi Tínum hevur leitt hetta fólk út frá teimum; og teir hava havt tað á orði fyri teimum, ið búgva her í landinum, so tey hava fingið at frætta, at Tú, HARRI, ert mitt ímillum hetta fólk, at Tú, HARRI, opinberar Teg fyri teimum andlit til andlit, at skýggj Títt stendur yvir teimum, og at Tú gongur undan teimum í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina. Drepur Tú nú hetta fólk, øll sum eitt, so fara fólkini, ið hava hoyrt tíðindini um Teg, at siga: ?HARRIN var ikki mentur at leiða hatta fólk inn í landið, ið Hann við eiði hevði lovað at geva teimum; tí slaktaði Hann tey niður í oyðimørkini!? Lat nú tí, HARRI, veldi Títt vísa seg í stórleika sínum, sum Tú lovaði, táið Tú segði: ?HARRIN er langmóðigur og ríkur í miskunn; Hann fyrigevur misgerð og lógbrot; men Hann letur ongan verða óstraffaðan, og Hann hevnir á børn misbrot fedranna, ja, í triðja og fjórða lið.? Fyrigev tí nú av stóru náði Tíni hesum fólki misgerð teirra, soleiðis sum Tú hevur fyrigivið hesum fólki, allan vegin úr Egyptalandi og líka higar!? Tá segði HARRIN: ?Eg skal fyrigeva teimum, soleiðis sum tú biður. Men so satt sum Eg livi, og so satt sum øll jørðin skal verða full av dýrd HARRANS, skal eingin av øllum monnunum, ið hava sæð dýrd Mína og tekinini, ið Eg havi gjørt í Egyptalandi og í oyðimørkini, og sum nú tíggju ferðir hava freistað Meg og ikki viljað hoyrt rødd Mína eingin av teimum skal fáa landið at síggja, sum Eg við eiði havi lovað fedrum teirra! Eingin av teimum, ið hava háðað Meg, skal fáa tað at síggja. Men tænari Mín Kaleb við tað at annar andi var í honum, og hann trúliga fylgdi Mær eftir, so skal Eg lata hann koma inn í landið, sum hann hevur verið í, og eftirkomarar hansara skulu fáa tað í ogn. Men Amalekitar og Kána'anitar búgva her í láglendinum; vendið tí við í morgin og farið út í oyðimørkina, leiðina til Reyðahav!? Framvegis talaði HARRIN við Móses og Áron og segði: ?Hvussu leingi skal henda ónda samkoma samt og javnt knarra móti Mær! Eg havi hoyrt knarr Ísraelsmanna, hvussu teir knarra móti Mær! Sig við teir: ?So satt sum Eg livi,? sigur HARRIN, ?tað, ið Eg hoyrdi, at tit ynsktu tykkum*, tað skulu tit fáa! Her í oyðimørkini skulu deyðu kroppar tykkara falla, allir tit, ið taldir vórðu, so mangir sum tit eru, frá tjúguáraaldri og uppeftir, tit, ið hava knarrað móti Mær! Sanniliga, eingin av tykkum skal koma inn í landið, sum Eg við upplyftari hond havi svorið at geva tykkum at búgva í eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun! Børn tykkara, sum tit søgdu, fóru at falla í fíggindahond, tey skal Eg lata koma hagar, og tey skulu fáa heim í landinum, sum tit hava vrakað. Men deyðu kroppar tykkara skulu falla her í oyðimørkini. Og synir tykkara skulu flakka um í oyðimørkini sum hirðar í fjøruti ár og bøta fyri trúleysa fráfall tykkara, inntil tit allir eru vorðnir lík í oyðimørkini. Eins og tit kannaðu landið í fjøruti dagar, so skulu tit bøta fyri misgerðir tykkara í fjøruti ár eitt ár fyri hvønn dag og tit skulu sanna, hvussu er, táið Eg vendi Mær frá tykkum. Eg, HARRIN, havi sagt tað sanniliga, so skal Eg gera við alla hesa óndu samkomu, ið hevur tikið seg saman ímóti Mær her í oyðimørkini skulu teir ganga til grundar, her skulu teir doyggja!?? Menninir, ið Móses hevði sent at kanna landið, og sum, táið teir vóru afturkomnir, høvdu fingið alla samkomuna at knarra móti honum, við tað at teir tosaðu ilt um landið hesir menn, ið høvdu tosað ilt um landið, vórðu nú slignir niður fyri ásjón HARRANS og doyðu. Av monnunum, ið høvdu verið og kannað landið, slapp eingin við lívinum uttan Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne. Táið Móses flutti øllum Ísraelsmonnum hesi orð, vórðu teir ógvuliga sorgarbundnir. Tíðliga morgunin eftir hildu teir niðan á háfjallið og søgdu: ?Hygg, her eru vit! Vit skulu fara til staðið, ið HARRIN hevur talað um; tí vit hava syndað!? Men Móses segði: ?Hví ætla tit at gera ímóti boði HARRANS? Tað fer ikki at gangast væl! Farið ikki! HARRIN er ikki við tykkum, tit fara bert at liggja undir fyri fíggindum tykkara! Amalekitar og Kána'anitar koma ímóti tykkum har, og tit skulu falla fyri svørði; tit hava jú vent tykkum frá HARRANUM, og HARRIN er ikki við tykkum!? Kortini fóru teir í hugmóði sínum avstað niðan á háfjallið; men sáttmálaørk HARRANS og Móses fóru ikki úr tilhaldinum. Tá komu Amalekitar og Kána'anitar, sum búðu har á fjallinum, oman og vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til Horma. KAPITUL Lóg um matoffur og drykkjuoffur, Um offurgávu av tí fyrsta deignum, Um synd av óvart og við vilja, Um at bróta sabbatsboðið, Um duskar á klæðunum, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið tit koma inn í landið, ið tit skulu búgva í, tað, sum Eg fari at geva tykkum, og tit ofra HARRANUM eldoffur brennioffur ella sláturoffur av neytunum ella av smáfænum, HARRANUM til góðan anga tað veri nú fyri at uppfylla lyfti ella sum sjálvkravt offur ella á einari av høgtíðum tykkara, tá skal tann, ið ber HARRANUM fram offur sítt, sum matoffur ofra tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandað við fjórðingin av hin av olju; og sum drykkjuoffur skalt tú ofra fjórðingin av hin av víni, saman við brenniofrinum ella sláturofrinum um tað er lamb. Men er tað veðrur, so skalt tú ofra sum matoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandað við triðingin av hin av olju, og sum drykkjuoffur triðingin av hin av víni; tú skalt ofra tað, HARRANUM til góðan anga. Ofrar tú ungan tarv sum brennioffur ella sláturoffur, fyri at uppfylla lyfti ella sum takkoffur til HARRAN, so skal, saman við tí unga tarvinum, ofrast sum matoffur tríggir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandað við hálva hin av olju; og sum drykkjuoffur skalt tú ofra hálva hin av víni tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Soleiðis skal verða gjørt fyri hvønn tarv, fyri hvønn veðr og fyri hvørt lamb, tað veri undan ær ella undan geit. Eftir talinum á kríatúrunum, ið tit ofra, skulu tit gera so fyri hvørt kríatúr serstakt, so mong ið tey nú eru. Allir teir, ið føddir eru í landinum, skulu gera so, táið teir ofra eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Og um so er at ein fremmandur, ið hevur tilhald hjá tykkum, ella sum er fast búsitandi millum tykkara, ofrar eldoffur, HARRANUM til góðan anga, so skal hann gera á sama hátt sum tit. Í samkomuni skal vera ein og sama lóg fyri tykkum og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá tykkum ævig lóg, mann eftir mann; tit sjálvir og hin fremmandi skulu fyri ásjón HARRANS ganga eftir eini og somu lóg. Sama lóg og sami rættur skal vera fyri tykkum og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá tykkum.?? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið tit koma inn í landið, ið Eg leiði tykkum til, og eta av breyði landsins, skulu tit lata offurgávu til HARRAN. Av tí fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata køku sum gávu; tit skulu lata hana, á sama hátt sum tit lata gávuna av treskiplássinum. Av tí fyrsta av deiggi tykkara skulu tit altíð lata gávu til HARRAN, mann eftir mann. Táið tit óvart gera synd og halda ikki øll hesi boð, ið HARRIN hevur kunngjørt Mósesi, alt tað, ið HARRIN við Mósesi hevur givið tykkum boð um, frá tí degi ið HARRIN gav boð Sítt, og síðani gjøgnum allar komandi ættir, tá skal øll samkoman um tað er gjørt, uttan at hon veit av, og av misgáum ofra ungan tarv sum brennioffur, HARRANUM til góðan anga, við tilhoyrandi matofri og drykkjuofri, soleiðis sum fyriskrivað er, og bukk sum syndoffur. Presturin skal gera bót fyri alla samkomu Ísraelsmanna; so fáa tey fyrigeving; tí tað var gjørt av misgáum, og tey hava borið fram fyri ásjón HARRANS offur sítt eldoffur til HARRAN og syndoffur sítt fyri syndina, ið tey gjørdu av misgáum. Soleiðis fær bæði samkoma Ísraelsmanna og hin fremmandi, ið hevur tilhald hjá tykkum, fyrigeving; tí alt fólkið hevur part í syndini, sum av misgáum verður gjørd. Er tað einstakur maður, ið syndar av misgáum, so skal hann sum syndoffur bera fram veturgamla geit. Presturin skal fyri ásjón HARRANS gera bót fyri tann, ið av misgáum hevur syndað, so at hann, táið bótin fyri hann er fullførd, kann fáa fyrigeving. Ein og sama lóg skal vera fyri tann, ið er føddur millum Ísraelsmenn, og hin fremmanda, ið hevur tilhald hjá teimum; sami rættur geldur fyri tykkum øll, táið onkur av misgáum ger okkurt skeivt. Men tann, ið við vilja ger okkurt ilt hann veri nú innføddur ella fremmandur hann háðar HARRAN, og hann skal verða týndur úr fólki sínum; tí hann hevur vanvirt orð HARRANS og brotið boð Hansara. Tann maður skal verða týndur, hann skal bøta fyri misgerð sína.?? Meðan Ísraelsmenn vóru í oyðimørkini, raktu teir við, at ein maður sankaði brenni sabbatsdag. Teir, ið komu fram á hann, meðan hann sankaði brenni, leiddu hann fram fyri Móses og Áron og alla samkomuna. Og teir settu hann fastan; tí einki serskilt boð var givið um, hvat ið gerast skuldi við hann. Tá segði HARRIN við Móses: ?Hasin maður skal lata lív; øll samkoman skal steina hann uttan fyri tilhaldið!? Øll samkoman fór tá út um tilhaldið við honum og steinaði hann til deyða soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi. HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir, at teir mann eftir mann skulu gera sær duskar á hornini á klæðum sínum og seta blátt band á hvønn duskin! Hesar duskar skulu tit hava, fyri at tit, táið tit hyggja á teir, skulu minnast øll boð HARRANS og halda tey og ikki lata tykkum villleiða av hjørtum tykkara ella eygum tykkara, sum lokka tykkum til trúleyst fráfall. Tí Eg vil, at tit skulu minnast øll boð Míni og halda tey og vera heiløg fyri Gudi tykkara. Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi til at vera Gud tykkara. Eg eri HARRIN Gud tykkara!? KAPITUL Kora, Datan, Abiram og høvdingar, Harrin vil oyða samkomuna, Roykilsisíløtini, Fólkið knarrar aftur, Men Kora, sonur Jizhar, son Kahat, son Levi, hann og Datan og Abiram, synir Eliab, og On, sonur Pelet, av ætt Rubens, fingu ein flokk við sær og reistu seg móti Mósesi, og saman við teimum mans av Ísraelsmonnum, høvdingar í samkomuni, valdir til limir av fólkaráðnum, umhildnir menn. Teir tóku seg saman móti Mósesi og Áron og søgdu við teir: ?Nú skal vera nóg mikið! Øll samkoman er heiløg, hvør ein, og HARRIN er mitt ímillum teirra hví seta tit tykkum tá so høgt, upp um samkomu HARRANS?? Táið Móses hoyrdi hetta, fall hann niður á andlit sítt. Síðani talaði hann við Kora og allan flokk hansara og segði: ?Bíðið til í morgin, so skal HARRIN vísa, hvør ið tilhoyrir Honum, og hvør ið er hin heilagi, ið Hann letur koma Sær nær! Tann, ið Hann útvelur, skal Hann lata koma Sær nær. Gerið nú hetta: Fáið tykkum eldpannur, tú Kora, og allur flokkur tín, latið so í morgin gløður í tær og leggið roykilsi á fyri ásjón HARRANS! Tann, ið HARRIN tá útvelur, hann er hin heilagi nú skal vera nóg mikið, tit Levisynir!? Framvegis segði Móses við Kora: ?Hoyrið nú, tit Levisynir! Er tað tykkum ikki nóg mikið, at Gud Ísraels hevur skilt tykkum út úr samkomu Ísraels, og latið tykkum koma Sær nær, so tit sleppa at gera arbeiðið við tabernakul HARRANS og standa samkomuni til tænastu? Hann hevur latið teg koma nær, og við tær allar brøður tínar, synir Levi og nú liggja tit eftir prestadøminum aftrat! Tað er tí móti HARRANUM, tit hava sett tykkum upp, tú og allur flokkur tín tí hvat er Áron, at tit knarra móti honum!? So sendi Móses boð eftir Datan og Abiram, sonum Eliab; men teir søgdu: ?Vit koma ikki! Er tað ikki nóg mikið, at tú ert farin við okkum burt úr landi, ið flýtur í mjólk og hunangi, til at lata okkum doyggja í oyðimørkini! Ætlar tú nú eisini at gera teg til harra yvir okkum? Tú hevur so sanniliga ikki leitt okkum inn í land, sum flýtur í mjólk og hunangi, ella givið okkum akrar og víngarðar í ogn! Heldur tú, at tú kanst stinga eyguni út á hesum monnum? Vit koma ikki!? Tá varð Móses ógvuliga illur og segði við HARRAN: ?Vend Tær ikki til offur teirra! Ikki so mikið sum eitt esil havi eg tikið frá teimum, og ikki einum av teimum havi eg gjørt nakað ilt!? So segði Móses við Kora: ?Komið so fram fyri ásjón HARRANS í morgin, tú og allur flokkur tín! Áron skal eisini koma; og tit skulu taka hvør sína eldpannu, lata gløður í tær og leggja roykilsi á og bera tær fram fyri ásjón HARRANS eldpannur; eisini tú og Áron skulu hava hvør sína eldpannu.? Teir tóku nú hvør sína eldpannu, lótu gløður í tær og løgdu roykilsi á; so fóru teir og stóðu við dyr samkomutjaldsins saman við Mósesi og Áron. Kora savnaði tá alla samkomuna ímóti teimum framman fyri dyr samkomutjaldsins; tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri allari samkomuni. HARRIN talaði við Móses og Áron og segði: ?Skiljið tykkum út frá hesi samkomu, so skal Eg gera enda á henni við tað sama!? Men teir fullu niður á andlit síni og søgdu: ?Á Gud, Tú Gud, sum ræður yvir andanum í øllum holdi! Fert Tú at vera vreiður við alla samkomuna, fyri tað at einstakur maður syndar?? Tá talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við samkomuna og sig: ?Sleppið tykkum burtur, verið ikki rundan um bústað Kora, Datans og Abirams!?? Móses fór nú til Datan og Abiram, og hinir elstu í Ísrael fóru við honum. Og hann talaði við samkomuna og segði: ?Komið burtur frá tjøldum hesa gudleysu manna, og nemið ikki við nakað av tí, ið teimum hoyrir til so tit verða ikki rykt burtur fyri allar syndir teirra!? Tey fóru tá burtur frá og vóru ikki rundan um bústaðir Kora, Datans og Abirams; men Datan og Abiram vóru komnir út og stóðu fyri tjalddurum sínum við konum og børnum, bæði stórum og smáum. Móses segði: ?Av hesum skulu tit sanna, at tað er HARRIN, sum hevur sent meg at gera øll hesi verk, og at tað er ikki av mær sjálvum, eg geri tað: Doyggja hesi menniskju á sama hátt sum øll onnur, so at einki annað rámar tey enn tað, ið rámar øll onnur so hevur HARRIN ikki sent meg! Men letur HARRIN nakað óhoyrt henda, so jørðin letur upp gapið og gloypir teimum og øllum teirra, so at tey fara livandi niður í deyðaríkið, so skulu tit av tí sanna, at hesir menn hava háðað HARRAN!? Hann hevði ikki meir enn sagt hesi orð, tá skrædnaði jørðin undir teimum; jørðin læt upp gapið og gloypti teimum og bústøðum teirra og øllum teimum menniskjum, ið hoyrdu Kora til, og øllum, ið teir áttu; teir fóru livandi niður í deyðaríkið við øllum sínum; jørðin fjaldi teir, og teir vórðu oyddir úr samkomuni. Alt Ísrael, ið rundan um teir stóð, flýddi, táið tey hoyrdu róp teirra; tí tey søgdu: ?Bert jørðin ikki gloypir okkum!? Og eldur gekk út frá HARRANUM og brendi hinar menninar, ið høvdu borið fram roykilsi. Nú talaði HARRIN við Móses og segði: ?Sig við Eleazar, son Áron prest, at hann skal taka pannurnar út úr eldinum, men spjaða gløðurnar langt útum! Tí tær eru heilagar, pannurnar, ið tilhoyrdu hesum monnum, sum við synd síni forkomu lívi sínum; tær skulu sláast út í tunnar plátur at klæða altarið við; tí teir bóru tær fram fyri ásjón HARRANS, og tí eru tær heilagar; tær skulu nú vera Ísraelsmonnum til eitt tekin.? So tók Eleazar prestur hesar koparpannur, ið teir høvdu borið fram, menninir, ið upp vóru brendir, og læt tær sláa út í plátur at klæða altarið við Ísraelsmonnum til minnistekin um, at eingin leikmaður, eingin, sum ikki er eftirkomari Árons, má stíga fram at ofra roykilsi fyri ásjón HARRANS; annars fer at gangast honum, sum Kora gekst, og flokki hansara soleiðis sum HARRIN við Mósesi hevði sagt honum. Men dagin eftir knarraði øll samkoma Ísraels móti Mósesi og Áron og segði: ?Tað eru tit, ið hava dripið fólk HARRANS!? Táið nú samkoman savnaðist móti Mósesi og Áron, vendu teir sær báðir móti samkomutjaldinum; tá sóu teir, at skýggið lá yvir tí, og dýrd HARRANS opinberaðist. Tá gingu Móses og Áron fram fyri samkomutjaldið, og HARRIN talaði við Móses og segði: ?Komið tykkum burt frá hesi samkomu, so skal Eg gera enda á henni við tað sama!? Tá fullu teir niður á andlit síni. Og Móses segði við Áron: ?Tak eldpannu tína, lat gløður av altarinum í hana og legg roykilsi á, skunda tær so til samkomuna við tí og ger bót fyri hana! Tí HARRIN hevur slept vreiði Sína leysa, plágan er longu byrjað!? Áron gjørdi, sum Móses hevði sagt; hann tók eldpannuna og leyp mitt inn í flokkin. Tá var plágan longu byrjað millum fólkið; men hann legði roykilsið á og gjørdi bót fyri fólkið. Sum hann stóð har, mitt ímillum deyð og livandi, helt plágan uppat. Tey, sum doyðu í pláguni, vóru menniskju umframt tey, ið Kora voldi deyðan. So kom Áron aftur til Móses við dyr samkomutjaldsins; og plágan var hildin uppat. KAPITUL Stavur Árons, sum bar blómur. Tá talaði HARRIN við Móses og segði: ?Sig við Ísraelsmenn, at høvuðsmenn fedrahúsanna skulu lata teg fáa ein stav fyri hvørt fedrahús, tilsamans tólv stavir, og skriva navnið á hvørjum einstøkum á stav hansara! Navn Árons skalt tú skriva á stav Levita; tí ein stavur skal vera fyri hvørt høvd fedrahúsanna. Legg teir síðani inn í samkomutjaldið, framman fyri vitnisburðin, har sum Eg opinberi Meg fyri tær! Tann maður, ið Eg útvelji, stavur hansara skal tá fáa bløð; so man Eg tá fara at fáa frið fyri knarri Ísraelsmanna, sum teir plága tykkum við!? Móses segði nú hetta við Ísraelsmenn, og allir høvuðsmenn teirra góvu honum hvør sín stav ein stav fyri hvørja ætt, tilsamans tólv stavir; ein av støvunum var stavur Árons. So legði Móses stavirnar fyri ásjón HARRANS í vitnisburðartjaldið. Táið Móses nú dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, fekk hann at síggja, at stavur Árons stavurin fyri hús Levi hevði fingið bløð; hann hevði bæði fingið knappar og var farin at blóma og bar stadnar mandlur. Tá tók Móses stavirnar burtur frá ásjón HARRANS og bar teir út til Ísraelsmenn; teir hugdu at teimum og tóku hvør stav sín. Men HARRIN segði við Móses: ?Ber stav Árons innaftur og legg hann framman fyri vitnisburðin! Har skal hann goymast, teimum ólýdnu til tekin, og tú skalt gera enda á knarri teirra, so Eg sleppi frá at hoyra tað annars skulu tey doyggja!? Móses so gjørdi; hann gjørdi, sum HARRIN hevði álagt honum. Men Ísraelsmenn søgdu við Móses: ?Vit doyggja! Tað er úti við okkum, tað er úti við okkum øllum somlum! Ein og hvør, ið kemur nær sum kemur tabernakli HARRANS nær hann doyr skulu vit tá doyggja, øll somul?? KAPITUL Skylda og rættindi presta og Levita. Nú segði HARRIN við Áron: ?Tú og synir tínir og alt fedrahús títt, tit skulu bera skuldina fyri brot móti halgidóminum, og tú og synir tínir skulu bera skuldina fyri brot móti prestaembæti tykkara. Eisini brøður tínar, ætt Levi, fedraætt tína, skalt tú lata koma nær saman við tær, og teir skulu halda seg til tín og tæna tær, táið tú og synir tínir gera tænastu framman fyri vitnisburðartjaldið; teir skulu akta eftir tí, ið tú skuldi aktað eftir, og tí, ið er at akta eftir í øllum tjaldinum; men hinum heiløgu amboðum og altarinum mugu teir ikki koma nær, tí so skulu bæði teir og tit doyggja. Teir skulu halda seg til tín og akta eftir tí, ið er at akta eftir í samkomutjaldinum, øllum arbeiðinum í tjaldinum; men eingin leikmaður má koma tykkum nær. Tit skulu akta eftir tí, ið er at akta eftir í halgidóminum og við altarið, so ikki uppaftur vreiði skal koma yvir Ísraelsmenn. Tit síggja, Eg havi sjálvur tikið brøður tykkara, Levitarnar, út millum Ísraelsmenn sum gávu til tykkara; teir eru HARRANUM givnir til at gera tænastu í samkomutjaldinum. Men tú og synir tínir, tit skulu akta eftir prestatænastu tykkara í øllum, sum viðvíkur altarinum og tí, ið innan fyri forhangið er, og gera arbeiðið við tað. Eg gevi tykkum prestadømi tykkara sum gávu; men tann leikmaður, ið treingir seg inn í tað, skal lata lív.? HARRIN talaði framvegis við Áron: ?Eg havi givið tær tað, ið goymast skal av gávunum til Mín; alt tað, ið Ísraelsmenn halga, havi Eg givið tær og sonum tínum sum part tykkara sum ævigan rætt. Hetta er tað, ið tær skal hoyra til av hinum háheilaga frároknað tað, ið brennast skal: Øll offur teirra, bæði matoffur, syndoffur og skyldoffur, sum tey geva Mær í bót; tey eru háheiløg og skulu hoyra tær og sonum tínum til. Á háheiløgum staði skalt tú eta tað; alt mannkyn kann eta av tí heilagt skal tað vera tær. Líkaleiðis skal hetta hoyra tær til, sum tær gávur, ið tey skulu lata: Allar gávur frá Ísraelsmonnum, sum sveiggjaðar verða; tær havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; ein og hvør í húsi tínum, sum reinur er, kann eta av tí. Alt tað besta av olju, vínberjaløgi og korni, frumgróðurin av tí, sum tey geva HARRANUM, tað gevi Eg tær. Frumgróðurin av øllum, ið er í landi teirra, sum tey koma til HARRAN við, skal hoyra tær til; ein og hvør í húsi tínum, sum reinur er, kann eta av tí. Alt bannlýst í Ísrael skal hoyra tær til. Alt tað, ið opnar móðurlív, alt livandi, sum tey koma til HARRAN við tað veri menniskju ella dýr skal hoyra tær til; tó skalt tú lata tey loysa tað, ið frumborið er av menniskjum, og líkaleiðis skalt tú lata tey loysa tað, ið frumborið er av teimum óreinu dýrunum. Loysigjaldið fyri dreingjabørnini skal latast, táið tey hava fylt mánað, og tað skal svara til tað virði, ið ásett er: Fimm seklar av silvuri eftir halgidómsvektini tjúgu gerur í seklinum. Men hitt frumborna undan kúm, óm ella geitum skalt tú ikki lata loysa; tað er heilagt. Blóð teirra skalt tú sletta á altarið, og tálgina úr teimum skalt tú brenna sum eldoffur HARRANUM til góðan anga. Men kjøtið av teimum skal hoyra tær til; eins og sveiggibringan og hitt høgra tjógvið skal tað hoyra tær til. Allar heilagar gávur, sum Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; hetta skal vera ævigur saltsáttmáli* fyri ásjón HARRANS fyri teg og eftirkomarar tínar.? HARRIN segði framvegis við Áron: ?Tú skalt einki óðal hava í landi teirra, og eingin lutur skal ognast tær millum teirra Eg sjálvur eri lutur tín og óðal títt millum Ísraelsmenn. Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum. Ísraelsmenn mugu hereftir ikki koma samkomutjaldinum nær; tí so draga teir synd oman yvir seg og mugu doyggja. Men Levitarnir, teir skulu gera tænastu í samkomutjaldinum, og teir skulu bera skuldina fyri brot fólksins tað skal vera ævig lóg, mann eftir mann. Men arvalut skulu teir ongan hava millum Ísraelsmenn. Tí tíggjundina, ið Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið Levitunum í arv; tí havi Eg sagt við teir, at teir skulu ongan arv hava millum Ísraelsmenn.? HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Tala við Levitarnar og sig við teir: ?Táið tit taka við tíggjundini frá Ísraelsmonnum henni, ið Eg havi sagt, at tit skulu fáa frá teimum sum arv tykkara skulu tit geva HARRANUM gávu av henni, tíggjundapartin av tíggjundini. Henda gáva tykkara skal verða roknað javngóð við kornið av treskiplássinum, sum aðrir bera fram, og vínið, ið teir koma við úr persuni. Soleiðis skulu eisini tit lata gávu til HARRAN av allari tíggjundini, ið tit fáa frá Ísraelsmonnum, og hesa gávu til HARRAN av tíggjund tykkara skulu tit lata Áron prest fáa. Av øllum gávunum, ið tit fáa, skulu tit lata til HARRAN gávuna, ið Hann eigur at fáa; tað besta av eini og hvørji gávu skal vera parturin, ið Honum verður halgaður.? Sig við teir: ?Táið tit hava latið tað besta av tí, tá skal tað verða roknað javngott við tað, ið inn kemur av treskiplássinum og úr vínpersuni. Tit kunnu eta tað, hvar tit vilja, tit og húsfólk tykkara; tí tað er lønin, ið tit fáa fyri tænastu tykkara í samkomutjaldinum. Táið tit bert lata tað besta av tí, so koma tit ikki at draga synd oman yvir tykkum, tá vanhalga tit ikki hinar heiløgu gávur frá Ísraelsmonnum og skulu ikki doyggja.?? KAPITUL Reinsivatnið. HARRIN talaði framvegis við Móses og Áron og segði: ?Hetta er lógboð, ið HARRIN hevur kunngjørt: Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reyða kvígu lýtaleysa, sum einki brek hevur og sum ikki hevur borið ok. Hana skulu tit fáa Eleazar presti, og hann skal fara út um tilhaldið við henni; har skal hon verða dripin fyri eygum hansara. So skal Eleazar prestur taka av blóði hennara á fingurin og sletta sjey ferðir ímóti framsíðu samkomutjaldsins. Nú skal kvígan verða brend fyri eygum hansara; bæði húðin, kjøtið og blóðið skulu verða brend, gorið við. So skal presturin taka sedrisvið, isop og skarlaksreytt tógv og kasta tað í eldin, sum kvígan brennur í. Síðani skal presturin vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni; so kann hann koma inn aftur í tilhaldið, men hann skal vera óreinur líka til kvølds. Tann, ið brennir kvíguna, skal líkaleiðis vaska klæði síni í vatni, tváa likami sínum í vatni og vera óreinur til kvølds. Ein maður, ið reinur er, skal sópa upp øskuna av kvíguni og leggja hana á reint stað uttan fyri tilhaldið; har skal hon verða goymd, samkomu Ísraelsmanna til reinsivatn. Tað er syndoffur. Tann, ið sópar upp øskuna av kvíguni, skal vaska klæði síni og vera óreinur til kvølds. Hetta skal vera ævig lóg fyri Ísraelsmenn og hin fremmanda, ið millum teirra býr. Tann, ið nemur við ein deyðan, við líkið av menniskja, skal vera óreinur í sjey dagar. Triðja og sjeynda dagin skal hann reinsa seg við tí*, so verður hann reinur; men reinsar hann seg ikki triðja og sjeynda dagin, verður hann ikki reinur. Hvør tann, ið nemur ein deyðan, við líkið av menniskja, ið deytt er, og reinsar seg ikki, hann ger tabernakul HARRANS óreint, og tað menniskja skal verða týnt úr Ísrael; við tað at reinsivatn er ikki slett á hann, er hann óreinur; óreinska hansara verður sitandi á honum. Hetta er lógin: Táið menniskja doyr í tjaldi, so verður ein og hvør, sum inn í tjaldið kemur, og ein og hvør, sum í tjaldinum er, óreinur í sjey dagar. Og øll opin íløt, sum ikki er bundið út yvir, verða órein. Á sama hátt ein og hvør, sum úti á markini nemur við ein, ið fallin er fyri svørði, ella við annað lík ella við menniskjabein ella grøv hann skal vera óreinur í sjey dagar. Fyri at reinsa ein, ið soleiðis er vorðin óreinur, skal verða tikið nakað av øskuni av tí brenda syndofrinum; hon skal verða latin í ílat, og rennandi vatn skal verða helt út yvir hana. So skal maður, ið reinur er, taka isop, drepa í vatnið og sletta á tjaldið og á alt og øll, ið har hava verið, og á tann, ið hevur nomið við menniskjabein ella dripnan ella við annað lík ella grøv. Soleiðis skal hin reini sletta á hin óreina triðja og sjeynda dagin og taka burtur synd hansara sjeynda dagin. Síðani skal hann vaska klæði síni og tváa sær í vatni; so er hann reinur, táið kvøldið er komið. Men tann, ið óreinur verður og ikki reinsar seg, hann skal oyðast úr samkomuni; tí hann hevur gjørt halgidóm HARRANS óreinan; reinsivatn er ikki slett á hann hann er óreinur. Hetta skal vera teimum ævig lóg. Tann, ið slettir reinsivatnið, skal vaska klæði síni, og tann, ið nemur við reinsivatnið, skal vera óreinur líka til kvølds. Alt tað, ið hin óreini nemur við, skal vera óreint, og tann, ið nemur við hann, skal vera óreinur til kvølds.? KAPITUL Mirjam doyr, Vatntrotið í Meriba, Edomitar sýta Ísrael at fara gjøgnum land teirra, Áron doyr, Í fyrsta mánaði* komu Ísraelsmenn, øll samkoman, til Zinsoyðimørk; og fólkið steðgaði eina tíð í Kades. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað. Men samkoman hevði einki vatn; tá tóku tey seg saman móti Mósesi og Áron; og fólkið kjakaðist við Móses og segði: ?Høvdu vit bert doyð, ta ferðina ið brøður okkara doyðu fyri ásjón HARRANS! Hví fóru tit við samkomu HARRANS út í hesa oyðimørk, so vit mugu doyggja her, bæði vit og fæ okkara? Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið tit ætlaðu at fáa okkum á hetta ræðuliga stað, her sum hvørki er korn ella fikur, hvørki víntrø ella granatepli, ei heldur vatn at drekka?? Men Móses og Áron fóru frá fólkinum og fóru at durum samkomutjaldsins; har fullu teir á andlit síni. Tá opinberaðist dýrd HARRANS fyri teimum. HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tak stavin, og kalla samkomuna saman, tú og Áron, bróðir tín! So skalt tú tala við klettin, meðan tey síggja, og hann skal geva vatn! Soleiðis skalt tú lata vatn streyma út úr klettinum til teirra og geva bæði samkomuni og fæi hennara at drekka.? Móses tók tá stavin, ið lá inni fyri ásjón HARRANS soleiðis sum HARRIN hevði álagt honum. Móses og Áron kallaðu samkomuna saman framman fyri klettin, og hann segði við tey: ?Nú, tit stívrendu! Halda tit, at vit eru mentir at lata vatn streyma til tykkara út úr hesum kletti?? So lyfti Móses hondina og sló við stavi sínum tvær ferðir á klettin; tá streymaði nógv vatn út, so bæði samkoman og fæ hennara fingu at drekka. Men HARRIN segði við Móses og Áron: ?Aftur fyri at tit trúðu ikki á Meg og halgaðu Meg ikki fyri eygum Ísraelsmanna, so skulu tit ikki leiða hetta fólk inn í landið, ið Eg havi givið teimum!? Hetta er Meribavatn, har sum Ísraelsmenn kjakaðust við HARRAN, og Hann prógvaði Seg heilagan á teimum. Úr Kades sendi Móses boð til edomskong og læt siga: ?So sigur bróðir tín, Ísrael: ?Tú veitst, hvussu nógv ilt vit hava liðið! Fedrar okkara fóru til Egyptalands, og vit búðu leingi í Egyptalandi; og Egyptar fóru illa við okkum og fedrum okkara. Tá róptu vit til HARRAN, og Hann hoyrdi bøn okkara og sendi eingil og leiddi okkum út av Egyptalandi. Og nú eru vit her í Kades, býnum tætt við landamark títt. Loyv okkum nú at ganga gjøgnum land títt! Vit skulu hvørki fara gjøgnum akur ella víngarð, ei heldur drekka vatn úr nøkrum brunni; eftir kongavegnum skulu vit ganga og ikki halda til viks, hvørki til høgru ella til vinstru, fyrrenn vit eru komnir ígjøgnum land títt!?? Men Edom svaraði: ?Tú sleppur ikki at ganga gjøgnum land mítt! Gert tú tað, so komi eg við svørði ímóti tær!? Tá søgdu Ísraelsmenn við hann: ?Vit skulu ganga eftir almannavegnum, og drekka vit ella fæ okkara av vatni tínum, skulu vit gjalda fyri tað; tað er ikki mikið, eg biði um, eg vil bert sleppa ígjøgnum til gongu.? Men hann svaraði: ?Tú sleppur ikki ígjøgnum her!? Og Edom helt út ímóti honum við nógvum fólki og sterkt vápnaður. Táið Edom soleiðis sýtti Ísrael at ganga ígjøgnum land sítt, helt Ísrael av og tók eina aðra leið. Tey fóru avstað úr Kades, og Ísraelsmenn, øll samkoman, komu til Horsfjall. Har, við Horsfjall, við landamark Edoms, segði HARRIN við Móses og Áron: ?Áron skal nú savnast til fedrar sínar; tí hann skal ikki koma inn í landið, ið Eg havi givið Ísraelsmonnum aftur fyri at tit við Meribavatn vóru orði Mínum ólýdnir. Far niðan á Horsfjall og hav við tær Áron og son hansara Eleazar! Lat so Áron úr klæðum hansara, og lat Eleazar, son hansara, fara í tey! So skal Áron savnast til fedrar sínar og doyggja har.? Móses gjørdi nú, sum HARRIN beyð. Teir fóru niðan á Horsfjall, so øll samkoman sá. Síðani læt Móses Áron úr klæðum hansara og læt Eleazar, son hansara, fara í tey; og Áron doyði har á fjalstindinum, men Móses og Eleazar fóru oman aftur av fjallinum. Táið øll samkoman skilti, at Áron var deyður, grótu tey um Áron í tríati dagar, alt hús Ísraels. KAPITUL Sigurin við Horma, Koparormurin, Ymisk tilhøld, Sigur á Sihon og Og, Táið Kána'aniturin, kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum, frætti, at Ísrael kom Atarimvegin, herjaði hann á Ísrael og hertók nøkur av teimum. Tá gjørdi Ísrael HARRANUM lyfti og segði: ?Gevur Tú hetta fólk í hendur mínar, so skal eg sláa býir teirra við banni!? HARRIN hoyrdi bøn Ísraels og gav Kána'anitar í hendur teirra; og teir slógu tey og býir teirra við banni; tí verður hetta stað rópt Horma. So fóru tey avstað frá Horsfjalli og tóku leiðina at Reyðahavi fyri at vera uttan fyri Edomsland. Á vegnum varð fólkið ótolið; tey talaðu móti Gudi og Mósesi og søgdu: ?Hví fóru tit út av Egyptalandi við okkum, táið vit skulu doyggja her í oyðimørkini? Her er jú hvørki breyð ella vatn, og henda vánaliga føði býður okkum ímóti!? Tá sendi HARRIN eiturormar millum fólkið, og teir bitu fólkið, so ein mongd doyði av Ísrael. Fólkið kom nú til Móses og segði: ?Vit hava syndað, tí vit hava talað móti HARRANUM og móti tær; bið til HARRAN, at Hann tekur ormarnar frá okkum!? Og Móses bað fyri fólkinum. Tá segði HARRIN við Móses: ?Ger tær orm og set hann á stong so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!? Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki. So fóru Ísraelsmenn avstað og reistu tjøldini í Obot. Úr Obot fóru teir og reistu tjøldini í Ije-Ha'abarim í oyðimørkini, beint eystan fyri Móab. Haðani fóru teir og reistu tjøldini í Zereddali. So fóru teir haðani og reistu tjøldini hinumegin Arnon, sum rennur gjøgnum oyðimørkina og kemur úr Amoritalandi; tí Arnon er markið millum Móab og Amoritar. Tí stendur so í bókini um bardagar HARRANS: ? Vaheb í Sufa og dalarnir, har sum Arnon rennur, áarlíðirnar, ið halla, hagar ímóti sum Ar liggur, og liggja upp at marki Móabs.? Haðani fóru teir til Be'er; tað er brunnurin, ið HARRIN talaði um, táið Hann segði við Móses: ?Kalla fólkið saman, so skal Eg geva teimum vatn!? Tá sungu Ísraelsmenn henda song: ?Vell upp, tú brunnur! Ja, syngið um hann, um brunnin, ið høvdingar gróvu, sum bestu menn fólksins hava borað við veldissprota við kongastøvum sínum!? Úr oyðimørkini fóru teir til Matana, úr Matana til Nahaliel, úr Nahaliel til Bamot og úr Bamot til dalin, ið er í Móabslandi, tætt við Pisgatind, har sum sæst út yvir oyðimørkina. Ísrael sendi nú boð til Sihon amoritakong og læt siga: ?Loyv mær at ganga gjøgnum land títt! Vit skulu ikki koma inn í akrar ella víngarðar, ei heldur drekka vatn úr nøkrum brunni; vit skulu halda okkum á kongavegnum, inntil vit eru komnir gjøgnum land títt!? Men Sihon gav ikki Ísrael loyvi at fara gjøgnum land sítt. Hann savnaði alt fólk sítt og helt út í oyðimørkina móti Ísrael; og táið hann var komin at Jahaz, herjaði hann á Ísrael. Men Ísrael sló hann við svørðsegg og tók land hansara frá Arnon til Jabbok, líka til land Ammonita; tí mark Ammonita var væl víggirt. Ísrael tók allar hesar býir, og Ísrael búsettist í øllum amoritabýunum, í Hesbon og øllum býunum, ið til hoyrdu. Tí Hesbon var staður Sihons amoritakongs; hann hevði herjað á kongin, ið frammanundan hevði verið í Móab, og tikið alt land hansara frá honum líka at Arnon. Tí siga skøldini: ?Komið til Hesbon! Byggjast og grundfestast skal staður Sihons! Tí eldur gekk út úr Hesbon, logi úr staði Sihons, hann oyddi Ar í Móab, tey, ið búðu á hæddunum við Arnon. Vei tær, Móab! Tað er úti við tær, fólk Kamoss! Hann* hevur sent synir sínar avstað sum teir, ið flýggja, og døtur sínar sum fangar til Sihon amoritakong. Vit skutu teir niður; oyddur er Hesbon líka til Dibon; vit herjaðu líka til Nofa, við eldi líka til Medeba.? Ísrael búsettist so í Amoritalandi. Nú sendi Móses njósnarar til Jazer, og teir* tóku tað og líkaleiðis býirnar, ið til hoyrdu; og hann rak út Amoritar, ið búðu har. Síðani tóku teir aðra leið og fóru til Basan. Tá kom Og, kongurin í Basan, út ímóti teimum til Edre'i við øllum fólki sínum og herjaði á teir. Men HARRIN segði við Móses: ?Óttast ikki fyri honum! Eg gevi hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, ið búði í Hesbon.? Teir feldu so hann og synir hansara og alt fólk hansara, so at ikki ein var eftir ella slapp; og land hansara tóku teir í ogn. KAPITUL Balak sendir boð eftir Bileam. Síðani fóru Ísraelsmenn avstað haðani og reistu tjøldini á Móabsheiðum hinumegin Jordan, beint yvir av Jeriko. Táið Balak, sonur Zippor, sá alt tað, ið Ísrael hevði gjørt við Amoritar, ræddist Móab fólkið ógvuliga, við tað at tað var so nógv í tali Móab ræddist Ísraelsmenn. Móab segði tí við hinar elstu í Midjan: ?Nú fer hesin fólkahópur at eta upp alt tað, ið her er rundan um okkum, eins og neyt eta upp tær grønu urtirnar á markini!? Balak, sonur Zippor, var um hesa tíðina kongur í Móab. Hann sendi nú boð til Bileam, son Beor, í Petor, sum liggur við Ánna* til landið, har sum hann búði millum fólk sítt at biðja hann koma til sín; hann læt siga: ?Her er komið eitt fólk úr Egyptalandi; tað fyllir alt landið, og tað hevur tikið støðu beint yvir av mær. Kom nú og banna mær hesum fólki, tí tað er mær ov sterkt! Kanska eg tá kundi vunnið tað og rikið tað av landinum. Eg veit jú, at tann, ið tú signar, er signaður, og tann, ið tú bannar, er bannaður!? Hinir elstu í Móab fóru so avstað saman við hinum elstu í Midjan, og teir høvdu spámansløn við; táið teir komu til Bileam, bóru teir fram orð Balaks. Hann segði við teir: ?Steðgið her í nátt, so skal eg geva tykkum svar, eftir sum HARRIN talar við meg!? Høvdingar Móabs steðgaðu so hjá Bileam. Men Gud kom til Bileam og spurdi: ?Hvørjir eru hesir menn, ið hjá tær eru?? Bileam svaraði Gudi: ?Balak, sonur Zippor, kongurin í Móab, hevur sent mær hesi boð: ?Her er komið eitt fólk úr Egyptalandi, sum fyllir alt landið; kom nú og banna mær tí! Kanska eg tá verði førur fyri at halda ímóti tí og reka tað út.?? Men Gud segði við Bileam: ?Tú mást ikki fara við teimum, tú mást ikki banna hasum fólki, tí tað er signað!? Morgunin eftir, táið Bileam var uppi, segði hann við høvdingar Balaks: ?Farið heimaftur til land tykkara! HARRIN vil ikki lova mær við tykkum!? Høvdingar Móabs fóru so avstað, og táið teir komu aftur til Balak, søgdu teir: ?Bileam vildi ikki koma við okkum!? Tá sendi Balak aðrar høvdingar, fleiri og mætari enn hinar fyrru. Táið teir komu til Bileam, søgdu teir við hann: ?So sigur Balak, sonur Zippor: ?Lat einki forða tær at koma til mín! Eg skal vísa tær miklan heiður, og alt, ið tú sigur við meg, skal eg gera; kom nú og banna mær hesum fólki!?? Men Bileam svaraði monnum Balaks: ?Um so Balak gav mær so nógv silvur og gull, sum í hús hansara gongur, kundi eg ikki gjørt ímóti boði HARRANS Guds míns, hvørki í lítlum ella stórum! Men steðgið tit nú her í nátt við, so fái eg at hoyra, hvat meir HARRIN hevur at siga við meg!? Tá kom Gud um náttina til Bileam og segði við hann: ?Eru hesir menn komnir at fáa teg við sær, so ger teg til og far við teimum! Men tú mást einki annað gera enn tað, ið Eg sigi við teg!? Morgunin eftir, táið Bileam var uppi, saðlaði hann so esil sítt og fór við høvdingum Móabs. Men vreiði Guds tendraðist, tí hann fór, og eingil HARRANS kom og stóð á vegnum at forða honum, nú hann kom ríðandi á esli sínum og hevði báðar tænarar sínar við sær. Táið nú eslið sá eingil HARRANS standa á vegnum við drignum svørði í hondini, fór tað av vegnum og inn á markina; men Bileam sló eslið fyri at fáa tað aftur á vegin. Tá fór eingil HARRANS og stóð á smølum vegi millum víngarðarnar, har grótgarður var báðumegin. Táið eslið sá eingil HARRANS, trongdi tað seg inn at garðinum og kroysti fót Bileams móti garðinum; og hann sló tað uppaftur. Eingil HARRANS fór nú longur og stóð á trongum staði, har ómøguliga slapst til viks, hvørki til høgru ella vinstru. Táið eslið sá eingil HARRANS, legði tað seg við Bileam. Tá tendraðist vreiði Bileams, og hann fór at sláa eslið við stavinum. Men HARRIN læt munnin upp á eslinum, og tað segði við Bileam: ?Hvat havi eg gjørt tær tú hevur nú tríggjar ferðir sligið meg!? Bileam svaraði eslinum: ?Tú hevur hildið meg fyri spott! Hevði eg bert havt svørð í hondini, so skuldi eg nú dripið teg!? Tá segði eslið við Bileam: ?Eri eg ikki esil títt, sum tú hevur riðið á alla tíð tína líka til henda dag! Havi eg nakrantíð verið vant at bera meg so at við teg?? Hann svaraði: ?Nei!? Nú læt HARRIN upp eygu Bileams, so hann sá eingil HARRANS, sum stóð á vegnum við drignum svørði í hondini; tá boygdi hann seg og fall niður á andlit sítt. Men eingil HARRANS segði við hann: ?Hví hevur tú nú tríggjar ferðir sligið esil títt? Tað eri eg, sum eri gingin út at forða tær; tí eg síggi, at hesin vegur leiðir til undirgang. Eslið sá meg og hevur nú tríggjar ferðir hildið av vegnum fyri mær; hevði tað ikki hildið av vegnum fyri mær, so hevði eg nú dripið teg, men latið tað livað!? Tá segði Bileam við eingil HARRANS: ?Eg havi syndað; tí eg vitsti ikki, at tú stóðst mær ímóti á vegnum; men er tað tær ímóti, so skal eg venda aftur.? Eingil HARRANS segði við Bileam: ?Far bert við hasum monnum! Men tú mást ikki tala annað enn tað, ið eg sigi við teg!? Bileam fór so við høvdingum Balaks. Táið Balak nú hoyrdi, at Bileam kom, fór hann ímóti honum til tann býin í Móab, sum liggur á markinum við Arnon ytst við landamarkið. Balak segði við Bileam: ?Sendi eg ikki boð eftir tær og bað teg koma higar! Hví komst tú tá ikki til mín? Skuldi eg ikki verið mentur at víst tær nóg miklan heiður!? Bileam svaraði: ?Nú sært tú, eg eri komin til tín men man eg nú vera mentur at siga nakað? Tað orð, ið Gud leggur mær í munnin, tað má eg tala!? Bileam fór so við Balak, og teir komu til Kirjat-Huzot. Har ofraði Balak neyt og smáfæ og sendi burturav til Bileam og høvdingarnar, ið við honum vóru. Morgunin eftir tók Balak Bileam við sær og fór við honum niðan á Bamot-Ba'al; haðani sá hann eitt sindur av fólkinum. KAPITUL Bileam signar Ísrael fyrstu og aðru ferð. Nú segði Bileam við Balak: ?Reis mær her sjey altar, og lat meg fáa higar sjey tarvar og sjey veðrar!? Balak gjørdi, sum Bileam segði; og Balak og Bileam ofraðu tarv og veðr á hvørjum altari. Síðani segði Bileam við Balak: ?Statt tú nú her hjá brenniofri tínum! So skal eg fara burturfrá og vita, um HARRIN kanska kemur ímóti mær. Tað, ið Hann tá letur meg síggja, skal eg siga tær!? So fór hann niðan á nakna hædd. Har kom Gud ímóti Bileam, og Bileam segði við Hann: ?Nú havi eg gjørt til sjey altar og ofrað tarv og veðr á hvørjum altari.? Tá legði HARRIN Bileam orð í munnin og segði: ?Far aftur til Balak, og tala, sum Eg havi sagt tær!? Táið hann nú kom aftur, sá hann Balak standa hjá brenniofri sínum saman við øllum høvdingum Móabs. Tá bar hann fram ljóð sítt og segði: ?Úr Áram fekk Balak meg higar, úr eystanfjøllum kongur Móabs: ?Kom og banna mær Jákupi! Kom og bið ilt yvir Ísrael!? Hvussu skal eg banna tí, ið Gud ikki bannar! Hvussu skal eg biðja ilt yvir tann, ið HARRIN ikki er vreiður á! Tí av fjalstindinum síggi eg hann, av hæddunum skoði eg hann: Tað er eitt fólk, ið býr fyri seg sjálvt, og millum heidningafólkini roknar tað seg ikki. Hvør kann telja Jákup óteljandi sum dustið ella enntá bert fjórðingin av Ísrael! Lat sál mína fáa tann deyða, ið hini sannhjartaðu fáa, og lat lívslok mítt verða sum teirra!? Tá segði Balak við Bileam: ?Hvat er tað, ið tú hevur gjørt mær! Eg fekk teg higar at banna fíggindum mínum, og so hevur tú nú signað teir!? Men hann svaraði: ?Skal eg tá ikki akta eftir tí, ið HARRIN leggur mær í munnin, og tala tað!? Tá segði Balak við hann: ?Kom við mær til eitt annað stað, haðani tú sært tey hiðani sært tú bert eitt sindur av teimum, tú sært tey ikki øll og banna mær teimum so haðani!? So tók hann hann við sær niðan á Vaktarheyggj á Pisgatindi, reisti har sjey altar og ofraði tarv og veðr á hvørjum altari. Síðani segði Bileam við Balak: ?Statt tú nú her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari har yvir at fáa opinbering!? Tá kom HARRIN ímóti Bileam, legði honum orð í munnin og segði: ?Far aftur til Balak, og tala, sum Eg havi sagt tær!? Táið hann kom til hansara, sá hann hann standa hjá brenniofri sínum saman við høvdingum Móabs; og Balak segði við hann: ?Hvat segði HARRIN?? Tá bar hann fram ljóð sítt og segði: ?Reis teg, Balak, og hoyr! Lurta eftir mær, tú sonur Zippor! Gud er ikki menniskja, so Hann skuldi logið, ikki menniskjabarn, so Hann skuldi angrað! Skuldi Hann sagt nakað og ikki gjørt tað! Skuldi Hann talað og ikki fullført tað! Sært tú, at signa er mær givið Hann hevur signað, og eg kann onga vend geva tí! Ei skoðar Hann órætt í Jákupi, ei sær Hann mein við Ísrael HARRIN Gud hansara er við honum, og fagnaðarróp sum fyri kongi ljóða har. Gud leiddi tey út av Egyptalandi; styrki hava tey sum villtarvurin. Ikki er gandur í Jákupi, ikki eru spádómsbrøgd í Ísrael! Táið tíðin er komin, verður sagt Jákupi og Ísrael tað, ið Gud ætlar at gera. Hygg eitt fólk, ið reisist sum honleyva, loypur upp sum leyva! Ei legst tað, fyrrenn tað hevur mettað seg av ráni og drukkið blóð av dripnum!? Tá segði Balak við Bileam: ?Vilt tú ikki banna teimum, so kundi tú, ið hvussu er, latið verið at signað tey!? Men Bileam svaraði Balak: ?Havi eg ikki longu sagt tær, at eg í einum og øllum má gera, sum HARRIN sigur!? Nú segði Balak við Bileam: ?Kom, eg skal fara við tær til eitt annað stað kanska Gud fer at lova tær at banna mær teimum haðani!? So tók Balak Bileam við sær niðan á Peorstind, haðani ein sær út yvir oyðimørkina. Og Bileam segði við Balak: ?Reis mær her sjey altar, og lat meg fáa sjey tarvar og sjey veðrar!? Balak gjørdi, sum Bileam segði, og ofraði tarv og veðr á hvørjum altari. KAPITUL Bileam signar Ísrael triðju og fjórðu ferð, Spáar um aðrar tjóðir, Men táið Bileam sá, at tað var vilji HARRANS, at hann skuldi signa Ísrael, fór hann ikki avstað at søkja tekin, sum hann hevði gjørt hinar báðar fyrru ferðirnar, nei, hann vendi sær móti oyðimørkini. Og Bileam hugdi upp og fekk eyga á ættir Ísraels, sum lógu har lið um lið. Tá kom Andi Guds á hann, og hann bar fram ljóð sítt og segði: ?So sigur Bileam, sonur Beor, so sigur maðurin við afturlatnum eyga, so sigur hann, ið hoyrir orð frá Gudi og skoðar sjónir frá hinum Alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum: Sum tjøld tíni eru føgur, Jákup, sum bústaðir tínir eru fagrir, Ísrael! Sum víðir áardalar, sum urtagarðar fram við á, sum aloetrø, ið HARRIN hevur plantað, sum sedristrø við vatnið! Vatnið rennur útav í byttum hansara, og akur hansara fær ríkliga vætu. Størri enn Agag skal kongur hansara verða, og høgt skal kongadømi hansara verða! Gud leiddi hann út av Egyptalandi; styrki hevur hann sum villtarvurin; hann skal eta upp heidningafólkini, ið standa honum ímóti, sora bein teirra og skjóta pílar sínar ígjøgnum tey. Hann leggur seg, hann hvílir sum leyva, sum honleyva hvør vágar sær at vekja hann! Signaður hann, ið teg signar, og bannaður hann, ið tær bannar!? Tá tendraðist vreiði Balaks móti Bileam, og hann sló saman nevarnar. Balak segði við Bileam: ?Eg sendi boð eftir tær at banna fíggindum mínum, og nú hevur tú tríggjar ferðir signað teir! Slepp tær nú heimaftur, og tað sum skjótast! Eg hevði ætlað at víst tær heiður, men tú sært, at HARRIN hevur sýtt tær hann!? Bileam svaraði Balak: ?Segði eg ikki alt fyri eitt við menninar, ið tú sendi til mín: ?Um so Balak gav mær so nógv silvur og gull, sum í hús hansara gongur, kundi eg ikki gjørt ímóti boði HARRANS og gjørt nakað eftir egnum tykki, tað veri nú gott ella ilt eg kann ikki tala annað enn tað, ið HARRIN sigur!? Ja, eg fari nú heimaftur til fólk mítt; men lat meg fyrst lata teg vita, hvat hetta fólk fer at gera fólki tínum í komandi tíðum!? So bar hann fram ljóð sítt og segði: ?So sigur Bileam, sonur Beor, so sigur maðurin við afturlatnum eyga, so sigur hann, ið hoyrir orð frá Gudi og hevur fingið kunnskap frá hinum Hægsta, hann, ið skoðar sjónir frá hinum Alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum: Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael; Hann sorar tynningar Móabs og týnir ófriðarættina. Edom verður ogn Hansara, og Se'ir, fíggindi Hansara, verður lagdur undir Hann stórt vald vinnur Ísrael. Úr Jákupi kemur Hann, ið ráða skal; Hann oyðir úr býunum teir, ið bjarga sær hagar.? Nú fekk hann at síggja Amalekitar; tá bar hann fram ljóð sítt og segði: ?Hitt fremsta av heidningafólkunum er Amalek, men at endanum skal hann ganga til grundar.? So fekk hann at síggja Kenitar, og hann bar fram ljóð sítt og segði: ?Fastur er bústaður tín, og bygt á klettin er reiður títt; men kortini skal Káin* verða týndur umsíðir fer Assur avstað við tær!? So bar hann aftur fram ljóð sítt og segði: ?Vei! Hvør skal bjarga lívinum, táið Gud letur hetta henda! Skip koma vestan úr Kittim; tey kúga Assur, tey kúga Eber men eisini hann* skal ganga til grundar!? Síðani gjørdi Bileam seg til og fór heimaftur, og eisini Balak fór leið sína. KAPITUL Fráfallið í Sittim, Pinehas, Meðan Ísrael var í Sittim, fór fólkið at dríva hor við kvinnum Móabs. Tær buðu fólkinum til offurmáltíðir guda sína, og fólkið át og tilbað gudar teirra; Ísrael helt seg til Ba'al-Peor. Av hesum tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og HARRIN segði við Móses: ?Kalla saman allar høvdingar fólksins, og lat hesar menn heingja upp fyri HARRANUM undir opnum himli, so brennandi vreiði HARRANS kann víkja frá Ísrael!? Móses segði tá við dómararnar í Ísrael: ?Ein og hvør tykkara skal drepa teir av monnum sínum, sum hava hildið seg til Ba'al-Peor!? Nú kom ein Ísraelsmaður og leiddi midjanitiska kvinnu inn millum brøður sínar, so Móses og øll samkoma Ísraels sá, meðan teir sótu fyri durum samkomutjaldsins og grótu. Táið Pinehas, sonur Eleazar, sonarsonur Áron prest, sá hetta, gekk hann fram úr samkomuni, treiv eitt spjót, fór aftan á Ísraelsmanninum inn í sovikamarið og rendi spjótið gjøgnum tey bæði, Ísraelsmannin og kvinnuna, so tað fór inn í búk hennara. Tá steðgaði plágan og veik frá Ísraelsmonnum. Men tal teirra, ið doyðu í pláguni, var Nú talaði HARRIN við Móses og segði: ?Pinehas, sonur Eleazar, sonarsonur Áron prest, hevur vent vreiði Míni frá Ísraelsmonnum, við tað at hann brendi av álvara Mínum millum teirra, so Eg gjørdi ikki enda á Ísraelsmonnum í vreiði Míni. Tí skalt tú siga: ?Eg geri sáttmála Mín við hann, at honum skal gangast væl; við hann og eftirkomarar hansara geri Eg sáttmála, at teir skulu hava ævigt prestadømi, aftur fyri at hann vísti álvara fyri Gudi sínum og gjørdi bót fyri Ísraelsmenn.?? Tann dripni Ísraelsmaður, hann, ið dripin varð saman við tí midjanitisku kvinnuni, æt Zimri og var sonur Salu, høvdingi yvir fedrahúsi millum Símeonitar. Tann dripna midjanitiska kvinnan æt Kozbi og var dóttir Zur, høvdinga yvir fedrahúsi millum Midjanitar. Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Leggið á Midjanitar og fellið teir! Tí teir gjørdu álop á tykkum við hinum svikafullu ráðum, ið teir nýttu móti tykkum, táið tað hendi, hatta við Peor og við Kozbi, systur teirra, dóttur hin midjanitiska høvdingan, hon, ið dripin varð, ta ferðina ið plágan kom á tykkum fyri Peors skuld.? KAPITUL Fólkið talt aðru ferð. Eftir hesa plágu segði HARRIN við Móses og Eleazar, son Áron prest: ?Takið manntal av allari samkomu Ísraelsmanna, frá tjúguáraaldri og uppeftir, eftir fedrahúsum teirra, av øllum vápnaførum monnum í Ísrael!? Móses og Eleazar prestur talaðu tá við teir á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og søgdu: ?Teir, ið eru tjúgu ár ella eldri, skulu teljast!? soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi og Ísraelsmonnum, teimum, ið farnir vóru út av Egyptalandi. Ruben var hin frumborni Ísraels. Synir Ruben vóru: Hanok; frá honum er komin hanokitaættin, frá Pallu pallu'itaættin, frá Hezron hezronitaættin, frá Karmi karmitaættin. Hetta vóru rubenitaættirnar; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru Sonur Pallu var Eliab; synir Eliab vóru Nemuel, Datan og Abiram; hetta var hin Datan og hin Abiram, sum vóru útvaldir av samkomuni, men sum settu seg upp móti Mósesi og Áron saman við flokki Kora, táið teir settu seg upp móti HARRANUM; og jørðin læt upp gapið og gloypti bæði teimum og Kora, og allur flokkurin doyði, við tað at eldurin brendi upp teir menninar, so teir vórðu til tekin. Men synir Kora doyðu ikki. Synir Símeon eftir ættum sínum vóru: Frá Nemuel er komin nemuelitaættin, frá Jamin jaminitaættin, frá Jakin jakinitaættin, frá Zera zera'itaættin, frá Sa'ul sa'ulitaættin. Hetta vóru símeonitaættirnar, Synir Gad eftir ættum sínum vóru: Frá Zefon er komin zefonitaættin, frá Haggi haggitaættin, frá Suni sunitaættin, frá Ozni oznitaættin, frá Eri eritaættin, frá Arod aroditaættin, frá Areli arelitaættin. Hetta vóru ættir sona Gads, teir av teimum, ið taldir vórðu, Synir Juda vóru Er og Onan; men Er og Onan doyðu í Kána'anslandi. Synir Juda eftir ættum sínum vóru: Frá Sela er komin selanitaættin, frá Perez perezitaættin, frá Zera zera'itaættin. Synir Perez vóru: Frá Hezron er komin hezronitaættin, frá Hamul hamulitaættin. Hetta vóru judaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, Synir Issakar eftir ættum sínum vóru: Frá Tola er komin tola'itaættin, frá Puva punitaættin, frá Jasub jasubitaættin, frá Simron simronitaættin. Hetta vóru issakarsættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, Synir Zebulon eftir ættum sínum vóru: Frá Sered er komin sereditaættin, frá Elon elonitaættin, frá Jale'el jale'elitaættin. Hetta vóru zebulonitaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, Synir Jósef eftir ættum sínum vóru: Manasse og Efra'im. Synir Manasse vóru: Frá Makir er komin makiritaættin Makir var faðir Gilead; frá Gilead er komin gileaditaættin. Synir Gilead vóru: Frá Jezer er komin jezeritaættin, frá Helek helekitaættin, frá Asriel asrielitaættin, frá Sekem sekemitaættin, frá Semida semida'itaættin, frá Hefer heferitaættin. Men Zelofhad, sonur Hefer, átti ongar synir, bert døtur; døtur Zelofhad itu Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. Hetta vóru manasseættirnar; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru Synir Efra'im eftir ættum sínum vóru: Frá Sutela er komin sutela'itaættin, frá Beker bekeritaættin, frá Tahan tahanitaættin. Synir Sutela vóru: Frá Eran er komin eranitaættin. Hetta vóru efra'imitaættirnar, teir av teimum, ið taldir vórðu, Hetta vóru synir Jósef eftir ættum teirra. Synir Benjamin eftir ættum sínum vóru: Frá Bela er komin bela'itaættin, frá Asbel asbelitaættin, frá Ahiram ahiramitaættin, frá Sefufam sufamitaættin, frá Hufam hufamitaættin. Synir Bela vóru Ard og Na'aman; frá Ard er komin arditaættin, frá Na'aman na'amitaættin. Hetta vóru synir Benjamin eftir ættum teirra; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru Synir Dan eftir ættum sínum vóru: Frá Suham er komin suhamitaættin. Hetta vóru dansættirnar eftir ættartali teirra. Allar suhamitaættirnar, teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru Synir Aser eftir ættum sínum vóru: Frá Jimna er komin jimnitaættin, frá Jisvi jisvitaættin, frá Beria beria'itaættin. Frá sonum Beria: Frá Heber er komin hebritaættin, frá Malkiel malkielitaættin. Dóttir Aser æt Sera. Hetta vóru ættir sona Asers; teir, ið taldir vórðu av teimum, vóru Synir Naftali eftir ættum sínum vóru: Frá Jaze'el er komin jaze'elitaættin, frá Guni gunitaættin, frá Jezer jezeritaættin, frá Sillem sillemitaættin. Hetta vóru naftaliættirnar eftir ættartali teirra; teir ið taldir vórðu av teimum, vóru Hetta vóru teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu, HARRIN talaði framvegis við Móses og segði: ?Millum hesar skal landið skiftast sundur til ogn eftir fólkatali. Teirri ætt, ið stór er, skalt tú geva stóran arvalut, og teirri, ið lítil er, skalt tú geva lítlan arvalut; hvør ætt skal fáa arvalut eftir tali teirra í henni, sum taldir eru. Men við lutakasti skal landið skiftast sundur; eftir nøvnum fedraætta sína skulu teir hava arvalut sín. Eftir sum luturin fellur, skal hvør ætt, stór ella lítil, fáa arvalut sín.? Hetta eru teir av Levitunum, ið taldir vórðu, eftir ættum teirra: Frá Gerson er komin gersonitaættin, frá Kahat kahatitaættin, frá Merari meraritaættin. Hetta eru levitaættirnar: Libnitaættin, hebronitaættin, malitaættin, musitaættin, kora'itaættin. Kahat var faðir Amram. Kona Amram æt Jokebed; hon var dóttir Levi og fødd í Egyptalandi; Amram fekk við henni Áron og Móses og systur teirra, Mirjam. Áron fekk synirnar Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar. Men Nadab og Abihu doyðu, ta ferðina teir bóru fremmandan eld inn fyri ásjón HARRANS. Teir av Levitunum, ið taldir vórðu, vóru allir av mannkyni millum teirra frá mánaðargomlum og uppeftir. Teir vórðu ikki taldir saman við hinum Ísraelsmonnum, við tað at eingin arvalutur var givin teimum millum Ísraelsmenn. Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av Mósesi og Eleazar presti, táið teir taldu Ísraelsmenn á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko. Millum teirra var eingin, ið taldur var av Mósesi og Áron presti, táið teir taldu Ísraelsmenn í Sinaioyðimørk. Tí HARRIN hevði sagt, at teir skuldu doyggja í oyðimørkini. Tí var eingin eftir av teimum uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun. KAPITUL Arvarættur døtra, Josva settur til eftirmann Mósesar, Men døtur Zelofhad Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza itu tær og vóru ættaðar frá Manasse, syni Jósef; tí Zelofhad, faðir teirra, var sonur Hefer, son Gilead, son Makir, son Manasse tær komu fram at durum samkomutjaldsins og stigu fram fyri Móses og Eleazar prest og høvdingarnar og alla samkomuna og søgdu: ?Pápi doyði í oyðimørkini hann var ikki við í flokkinum, sum setti seg upp ímóti HARRANUM, í flokki Kora, men doyði fyri sína egnu synd* og hann átti ongar synir. Hví skal nú navn pápa hvørva úr ætt hansara, fyri tað at hann ongan son átti? Gev okkum ogn millum pápabeiggjar okkara!? Móses bar tá mál teirra fram fyri ásjón HARRANS. Tá segði HARRIN við Móses: ?Døtur Zelofhad hava rætt í tí, sum tær siga; tú skalt geva teimum ogn til arvalut millum faðirbrøður teirra og lata arvalut faðirs teirra ganga til teirra. Og við Ísraelsmenn skalt tú tala og siga so: ?Táið maður doyr, og hann ongan son hevur, skulu tit lata arvalut hansara ganga í arv til dóttur hansara. Hevur hann heldur onga dóttur, skulu tit geva brøðrum hansara arvalut hansara. Hevur hann heldur ongar brøður, skulu tit geva faðirbrøðrum hansara arvalut hansara. Og hevur faðir hansara ongar brøður, so skulu tit geva næsta skyldmanni hansara í ættini arvalut hansara hann skal arva hann. Hetta skal vera galdandi rættur millum Ísraelsmenn soleiðis sum HARRIN hevur álagt Mósesi.?? Síðani segði HARRIN við Móses: ?Far niðan á Abarimsfjall her og hygg út yvir landið, ið Eg gevi Ísraelsmonnum! Táið tú hevur sæð tað, skalt eisini tú savnast til fedrar tínar, sum bróðir tín, Áron, varð savnaður til fedrar sínar aftur fyri at tit í Zinsoyðimørk vóru orði Mínum ólydnir, ta ferðina samkoman kjakaðist við Meg, og tit skuldu halgað Meg við at latið vatn streyma fram fyri eygum teirra.? Hetta er Meribavatn við Kades í Zinsoyðimørk. Men Móses talaði við HARRAN og segði: ?HARRI, Tú Gud, sum ræður yvir lívsins anda í øllum holdi, fert Tú ikki at seta mann yvir samkomuna, sum kann ganga út og inn á odda hjá teimum, og sum kann leiða tey út og leiða tey inn, so samkoma HARRANS ikki verður sum seyður við ongum hirða?? HARRIN svaraði Mósesi: ?Tak Josva, son Nun, hann er maður, sum Andi er í! Legg hond tína á hann, leið hann fram fyri Eleazar prest, og fyri alla samkomuna, innset hann í tænastu hansara fyri eygum teirra og legg á hann nakað av tign tíni, so øll samkoma Ísraelsmanna aktar hann! Hann skal stíga fram fyri Eleazar prest, og Eleazar skal fyri ásjón HARRANS søkja dóm urims fyri hann; eftir orði hansara skulu tey ganga út, og eftir orði hansara skulu tey ganga inn, hann sjálvur og allir Ísraelsmenn, øll samkoman.? Móses gjørdi, sum HARRIN hevði álagt honum; hann tók Josva og leiddi hann fram fyri Eleazar prest og fyri alla samkomuna; og hann legði hendurnar á hann og innsetti hann í tænastu hansara soleiðis sum HARRIN hevði boðið við Mósesi. KAPITUL Lógir um hitt dagliga ofrið og um ofrini høgtíðirnar. HARRIN talaði við Móses og segði: ?Gev Ísraelsmonnum hetta boð: ?Offurgávur Mínar, mat Mín, eldoffur Míni, sum eru Mær til góðan anga, skulu tit minnast til at bera Mær fram ta ásettu tíðina.? Sig við teir: ?Hetta er tað, ið tit skulu ofra HARRANUM sum eldoffur: Hvønn dag tveir veturgamlar, lýtaleysar seyðir sum dagligt brennioffur. Annan seyðin skalt tú ofra um morgunin, og annan um sólsetur, og sum matoffur tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðingin av hin av olju av stoyttum oljuberum. Hetta er tað dagliga brenniofrið tað sama, sum ofrað varð við Sinaifjall til góðan anga, eldoffur til HARRAN. Drykkjuofrið, ið hoyrir til henda fyrra seyðin, skal vera fjórðingurin av hin; í halgidóminum skalt tú ofra HARRANUM drykkjuoffur av sterkum drykki. Hin seyðin skalt tú ofra um sólsetur; saman við honum skalt tú ofra sama matoffur og drykkjuoffur sum um morgunin; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga. Sabbatsdagin skalt tú ofra tveir veturgamlar, lýtaleysar seyðir, og sum matoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, somuleiðis drykkjuofrið, ið til hoyrir. Hetta er sabbatsbrenniofrið, ið hvønn sabbat skal verða borið fram umframt tað dagliga brenniofrið við drykkjuofrinum, ið skal til. Tann fyrsta í hvørjum mánaði skulu tit ofra HARRANUM brennioffur: Tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr og sum matoffur fyri hvønn tarvin tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, fyri veðrin tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, og fyri hvønn hin seyðin ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju; tá er tað brennioffur til góðan anga, eldoffur til HARRAN. Drykkjuofrini, ið til hoyra, skulu vera hálv hin av víni fyri hvønn tarvin, triðingurin av hin fyri veðrin og fjórðingurin av hin fyri hvønn av hinum seyðunum. Hetta er mánaðarbrenniofrið, ið fram skal berast hvønn mánað í árinum. Eisini skal ein bukkur verða ofraður, sum syndoffur til HARRAN umframt tað dagliga brenniofrið við drykkjuofrinum, ið skal til. Tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir fyri HARRANUM. Tann fimtanda í tí mánaðinum er høgtíð; í sjey dagar skal etast ósúrgað breyð. Fyrsta dagin skal verða hildin heiløg samkoma; einki slag av arbeiði mugu tit gera. Tit skulu ofra eldoffur, brennioffur til HARRAN: Tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir lýtaleysir mugu teir vera. Sum matoffur saman við hesum skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju; tríggjar tíggjundapartar av efu skulu tit ofra fyri hvønn tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin og ein tíggjundapart fyri hvønn av hinum sjey seyðunum. Eisini skulu tit ofra ein bukk, sum syndoffur, til at gera bót fyri tykkum. Hetta skulu tit ofra umframt morgunbrenniofrið, tað dagliga brenniofrið*. Slík offur skulu tit ofra hvønn dag í sjey dagar; tað er eldoffurmatur, HARRANUM til góðan anga; umframt tað dagliga brenniofrið við drykkjuofrinum, ið skal til, skal hetta ofrast. Sjeynda dagin skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera. Frumgróðrardagin, táið tit bera HARRANUM fram offur av teirri nýggju grøðini á vikuhøgtíðini skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera. Tit skulu ofra brennioffur, HARRANUM til góðan anga: Tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir. Sum matoffur saman við hesum skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri hvønn tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin og ein tíggjundapart fyri hvønn av hinum sjey seyðunum. Eisini skulu tit ofra ein bukk, til at gera bót fyri tykkum. Hetta skulu tit ofra umframt tað dagliga brenniofrið við matofri tess; lýtaleys kríatúr skulu tit taka, við drykkjuofrinum, ið skal til.? KAPITUL Framhald. ?Tann fyrsta í sjeynda mánaði skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera; tann dagin skulu lúðrarnir ljóða hjá tykkum. Tit skulu ofra brennioffur, HARRANUM til góðan anga: Ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr og sum matoffur saman við hesum fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin og ein tíggjundapart fyri hvønn av hinum sjey seyðunum. Eisini skulu tit ofra ein bukk sum syndoffur, til at gera bót fyri tykkum hetta umframt mánaðarbrenniofrið við matofri tess, tað dagliga brenniofrið við matofri tess, og teimum fyriskrivaðu drykkjuofrunum til góðan anga, eldoffur til HARRAN. Tann tíggjunda í hesum sama sjeynda mánaðinum skulu tit halda heilaga samkomu; tit skulu fasta og mugu einki slag av arbeiði gera. Tit skulu ofra HARRANUM brennioffur til góðan anga: Ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir lýtaleysir mugu teir vera og sum matoffur saman við hesum fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin og ein tíggjundapart fyri hvønn av hinum sjey seyðunum. Eisini skulu tit ofra ein bukk, sum syndoffur umframt bótarsyndofrið og tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Tann fimtanda í sjeynda mánaði skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera, og tit skulu í sjey dagar halda høgtíð fyri HARRANUM. Tit skulu ofra brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga: Trettan ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleysir mugu teir vera og sum matoffur saman við hesum fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri hvønn av teimum trettan tarvunum, tveir tíggjundapartar fyri hvønn av teimum báðum veðrunum og ein tíggjundapart fyri hvønn av teimum fjúrtan seyðunum. Eisini skulu tit ofra ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Annan dagin skulu tit ofra tólv ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna alt soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Triðja dagin skulu tit ofra ellivu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Fjórða dagin skulu tit ofra tíggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Fimta dagin skulu tit ofra níggiu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Sætta dagin skulu tit ofra átta tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Sjeynda dagin skulu tit ofra sjey tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tal tarvanna, veðranna og seyðanna soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Áttanda dagin skulu tit halda hátíðarsamkomu; tit mugu einki slag av arbeiði gera. Tit skulu ofra brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga: Ein tarv, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir lýtaleys kríatúr við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til, svarandi til tarvin, veðrin og seyðirnar eftir tali teirra soleiðis sum fyriskrivað er eisini ein bukk, sum syndoffur umframt tað dagliga brenniofrið við matofrinum og drykkjuofrinum, ið skal til. Hesi offur skulu tit ofra HARRANUM á høgtíðum tykkara umframt lovaðu og sjálvkravdu offur tykkara tað veri nú brennioffur, matoffur, drykkjuoffur ella takkoffur.?? KAPITUL Lyfti. Móses segði hetta við Ísraelsmenn, í einum og øllum sum HARRIN hevði álagt honum. Framvegis talaði Móses við høvd ætta Ísraelsmanna og segði: ?Hetta er boðið, ið HARRIN hevur givið: ?Táið maður ger HARRANUM lyfti ella svør eið, sum hann bindur seg við til fráhald í einum ella øðrum, so skal hann ikki bróta orð sítt; alt tað, ið hann hevur sagt, skal hann gera. Táið kvinna, meðan hon er ung og enn er heima hjá faðir sínum, ger HARRANUM lyfti ella bindur seg til fráhald í onkrum, og faðir hennara fær at hoyra um lyfti hennara ella tað, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, men tegir til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við makt. Men um so er at faðir hennara, sama dag ið hann hoyrir um tað, sigur nei til tað, skal einki av lyftum hennara ella av tí, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, standa við makt, og HARRIN skal fyrigeva henni, við tað at faðir hennara segði nei til tað. Verður hon gift, og lyfti hvílir á henni, ella eitt tankaleyst orð er lopið henni av munninum, sum hon hevur bundið seg við, og maður hennara fær at hoyra um tað, men tegir til tað, tann dag ið hann fær at hoyra um tað, tá skulu lyfti hennara og tey bond til fráhald, ið hon hevur lagt á seg, standa við makt. Men um so er at maður hennara, sama dag ið hann hoyrir um tað, sigur nei til tað, so ger hann til einkis lyftið, ið hon hevur á sær, og somuleiðis tað tankaleysa orðið, ið er lopið henni av munninum, og sum hon hevur bundið seg við, og HARRIN skal fyrigeva henni. Tað, ið einkja ella burtrikin kona hevur lovað, tað skal standa við makt fyri hana, hvat tað so er, ið hon hevur bundið seg til. Um hon í húsi mans síns lovar okkurt ella við eiði bindur seg til fráhald í einum ella øðrum, og maður hennara fær at hoyra um tað, men tegir og sigur ikki nei til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, ið hon hevur lagt á seg, standa við makt. Men ger maður hennara tað til einkis, sama dag ið hann hoyrir um tað, tá skal einki standa við makt av tí, ið er lopið henni av munninum, tað veri nú lyfti, ið hon hevur lovað, ella okkurt, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í; maður hennara hevur gjørt tað til einkis, og HARRIN skal fyrigeva henni. Eitt og hvørt lyfti og eitt og hvørt band til fráhald og føstu, sum hon við eiði hevur lagt á seg, kann maður hennara annaðhvørt staðfesta ella gera til einkis. Men tegir maður hennara til tað inntil dagin eftir, so hevur hann staðfest øll lyfti hennara ella tey bond til fráhald, ið á henni hvíla; hann hevur staðfest tað, við tað at hann tagdi til tað, tann dag hann hoyrdi um tað. Ger hann tað ikki til einkis, fyrrenn eina tíð eftir at hann hevur hoyrt um tað, so skal hann bøta fyri misgerð hennara!?? Hetta eru fyriskipanirnar, ið HARRIN gav Mósesi um rættin, ið maður hevur yvir konu síni, og faðir yvir dóttur síni, so leingi sum hon er ung og enn er heima hjá faðir sínum. KAPITUL Bardagin við Midjanitar. HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tak hevnd yvir Midjanitar fyri tað, ið teir gjørdu Ísraelsmonnum! Síðani skalt tú savnast til fedrar tínar.? Tá talaði Móses við fólkið og segði: ?Nakrir av tykkum skulu vápna seg til bardaga. Teir skulu herja á Midjanitar og fullføra hevnd HARRANS á Midjanitar. av hvørji ætt, av øllum ættum Ísraels, skulu tit senda í bardagan.? So vórðu nú av túsundum Ísraels tiknir av hvørji ætt mans, vápnaðir til bardaga. Teir sendi Móses í bardaga av hvørji ætt og við teimum Pinehas, son Eleazar prest; hann hevði við sær hini heiløgu amboðini og harðblásturslúðrarnar. Teir fóru so í bardaga við Midjanitar sum HARRIN hevði álagt Mósesi og drópu alt mannkyn. Millum teirra, ið dripnir vórðu, vóru eisini kongarnir í Midjan, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba teir fimm kongarnir í Midjan. Eisini Bileam, son Beor, drópu teir við svørði. Ísraelsmenn førdu kvinnur og børn Midjanita burtur sum fangar; og alt fæ teirra øll fylgi teirra og alt, ið tey áttu, tóku teir sum herfong. Allar býir teirra allastaðni har sum teir búðu og allar tjaldbygdir teirra brendu teir. Teir tóku allan fongin og alt tað, ið teir høvdu rænt, bæði fólk og fæ, og førdu fangarnar og herfongin, alt tað, ið teir høvdu rænt, til Móses og Eleazar prest og til alla samkomu Ísraelsmanna, í tilhaldið á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko. Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar samkomunnar fóru ímóti teimum út um tilhaldið; og Móses varð illur við teir, ið settir vóru yvir herin, við høvuðsmenninar yvir túsund og høvuðsmenninar yvir hundrað, sum komu aftur av herferðini. Móses segði við teir: ?Hava tit latið allar kvinnurnar liva! Tað vóru jú tær, ið eftir ráðum Bileams dáraðu Ísraelsmenn til trúloysi móti HARRANUM fyri Peors skuld, so plágan kom á samkomu HARRANS! Drepið tí nú øll dreingjabørn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera! Men allar gentur, ið ikki hava havt við mann at gera, skulu tit lata liva, tær skulu hoyra tykkum til. Síðani skulu tit halda tykkum uttan fyri tilhaldið í sjey dagar; ein og hvør tykkara, sum hevur dripið onkun, og ein og hvør, ið hevur nomið við dripnan, skal reinsa seg triðja og sjeynda dagin bæði tit sjálvir og fangar tykkara. Øll klæði og alt, ið er av skinni ella av geitaull, og øll træíløt, tað skulu tit reinsa.? Eleazar prestur segði við hermenninar, ið høvdu verið við í bardaganum: ?Hetta er lógboðið, ið HARRIN hevur givið Mósesi: Gull, silvur, kopar, jarn, tin og blýggj alt, ið tolir eld skulu tit lata fara gjøgnum eld, so verður tað reint; tó skal tað eisini reinsast við reinsivatni. Men alt, ið ikki tolir eld, skulu tit lata fara gjøgnum vatn. Sjeynda dagin skulu tit vaska klæði tykkara, so verða tit reinir; síðani kunnu tit koma inn í tilhaldið.? HARRIN talaði við Móses og segði: ?Tel herfongin, ið tikin er, bæði fólk og fæ tú og Eleazar prestur og ættarhøvdingar samkomunnar! Síðani skalt tú skifta fongin í tveir partar millum hermenninar, ið fóru út í bardagan, og hini av samkomuni. Tú skalt lata hermenninar, ið hava verið í bardaganum, lata eitt av hvørjum í skatt til HARRAN, bæði av menniskjum, neytum, eslum og smáfæi. So mikið skulu tit taka av teirri helvt, sum lutast hermonnunum, og tú skalt geva Eleazar presti tað sum gávu til HARRAN. Men av teirri helvt, sum lutast hinum Ísraelsmonnunum, av henni skalt tú taka eitt av hvørjum bæði av menniskjum og av neytum, eslum og smáfæi, av øllum fænum, og tú skalt geva Levitunum tað, teimum, ið akta eftir tí, sum er at akta eftir við tabernakul HARRANS.? Móses og Eleazar prestur gjørdu nú, sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Fongurin tað, ið eftir var av øllum, ið herfólkið hevði rænt var: Av smáfæi av neytum av eslum og av menniskjum av kvinnum, ið ikki høvdu havt við mann at gera vóru í alt Helvtin av hesum tann parturin, sum lutaðist hermonnunum var: Av smáfæi so at skatturin til HARRAN av smáfæi varð av neytum av teimum í skatt til HARRAN av eslum av teimum í skatt til HARRAN og av menniskjum av teimum í skatt til HARRAN. Skattin gav Móses Eleazar presti sum gávu til HARRAN soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Tann helvtin, sum lutaðist hinum Ísraelsmonnunum, og sum Móses hevði skift burtur úr frá hermonnunum tann helvtin, sum lutaðist samkomuni, var: Av smáfæi av neytum av eslum og av menniskjum Av hesi helvt henni, ið lutaðist hinum Ísraelsmonnunum tók Móses eitt av hvørjum bæði av menniskjum og av kríatúrum, og gav Levitunum tað, teimum, ið aktaðu eftir tí, sum var at akta eftir við tabernakul HARRANS soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Nú stigu teir, ið settir vóru yvir herdeildirnar, fram fyri Móses høvuðsmenninir yvir túsund og høvuðsmenninir yvir hundrað og teir søgdu við hann: ?Tænarar tínir hava talt herfólkið, ið undir okkum stóð, og ikki ein maður av okkum saknaðist. Tí bera vit fram sum gávu til HARRAN tað av gulli, ið ein og hvør okkara hevur tikið: Armleinkjur, armbond, fingraringar, oyrnaringar og hálspynt; tað skal vera til at gera bót fyri okkum fyri ásjón HARRANS.? Móses og Eleazar prestur høvdu tá gullið frá teimum, alskyns listarsmíðað stás. Øll gávan av gulli, sum høvuðsmenninir yvir túsund og høvuðsmenninir yvir hundrað lótu til HARRAN, var seklar. Hermenninir høvdu vunnið herfong, hvør fyri seg. Táið Móses og Eleazar prestur nú høvdu tikið við gullinum frá høvuðsmonnunum yvir túsund og yvir hundrað, bóru teir tað inn í samkomutjaldið, so tað fyri ásjón HARRANS skuldi minna um Ísraelsmenn. KAPITUL Ætt Rubens, ætt Gads og hálv ætt Manasse búsetast í Gilead. Rubenitar og Gaditar høvdu mongd av fæi óføra mongd; og táið teir sóu Jazersland og Gileadsland, sóu teir, at har bar væl til at hava kríatúr. Gaditar og Rubenitar komu tí og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar samkomunnar: ?Atarot, Dibon, Jazer, Nimra, Hesbon, El'ale, Sebam, Nebo og Beon landið, ið HARRIN hevur vunnið samkomu Ísraels er eitt land, ið er gott til fæhald, og tænarar tínir hava nógv fæ.? Og teir søgdu: ?Hava vit funnið náði fyri eygum tínum, so lat tænarar tínar fáa hetta land í ogn, lat okkum sleppa frá at fara um Jordan!? Men Móses segði við Gaditar og Rubenitar: ?Skulu brøður tykkara fara í bardagan, og tit verða her! Hví vilja tit gera Ísraelsmenn óhugaðar at fara yvir í landið, sum HARRIN hevur givið teimum? Soleiðis gjørdu fedrar tykkara við, táið eg sendi teir úr Kades-Barnea at hyggja at landinum; táið teir høvdu verið í Eskoldali og høvdu hugt at landinum, gjørdu teir Ísraelsmenn óhugaðar at fara inn í landið, sum HARRIN hevði givið teimum. Tann dagin tendraðist vreiði HARRANS, og Hann svór og segði: ?Eingin av monnunum, ið fóru út av Egyptalandi frá tjúguáraaldri og uppeftir skal fáa landið at síggja, sum Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi; tí teir hava ikki fylgt Mær eftir, sum teir áttu eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne, Keniziturin, og Josva, sonur Nun; tí teir fylgdu HARRANUM trúliga eftir.? Og vreiði HARRANS tendraðist móti Ísrael, og Hann læt tey flakka um í oyðimørkini í fjøruti ár, inntil alt tað ættarliðið var gingið til grundar, sum hevði gjørt tað, ið ónt var í eygum HARRANS. Og nú stíga tit í fótaspor fedra tykkara, eitt avkom av syndigum monnum, til at gera brennandi vreiði HARRANS móti Ísrael enn størri! Tí venda tit tykkum burtur og vilja ikki fylgja Honum eftir, so skal Hann lata Ísrael verða verandi í oyðimørkini longur enn, og tit kalla vanlukku niður yvir alt hetta fólk!? Tá stigu teir fram fyri hann og søgdu: ?Vit skulu bert gera byrgi her til fæ okkara og býir til konur og børn okkara; men sjálvir skulu vit við skundi vápna okkum og fara á odda hjá Ísraelsmonnum, inntil vit hava fingið teir hagar, ið teir skulu fara; konur og børn okkara skulu verða verandi í teimum víggirdu býunum og soleiðis vera trygg fyri teimum, sum í landinum búgva. Vit skulu ikki fara heimaftur, fyrrenn ein og hvør av Ísraelsmonnum hevur fingið arvalut sín; tí vit skulu ikki hava arvalut saman við teimum hinumegin Jordan og longri burtur, táið vit hava fingið arvalut okkara hesumegin Jordan, eystanfyri.? Móses svaraði teimum: ?Gera tit hetta vápna tit tykkum fyri ásjón HARRANS til bardagan koma allir hinir vápnaðu menn tykkara um Jordan fyri ásjón HARRANS og verða har, inntil Hann hevur rikið fíggindar Sínar burtur frá eygum Sínum, og fara tit ikki heimaftur, fyrrenn landið er tikið fyri ásjón HARRANS, so skulu tit onga skyld hava á tykkum, hvørki fyri HARRANUM ella Ísrael, og landið her skal verða ogn tykkara fyri ásjón HARRANS. Men gera tit ikki hetta, so synda tit móti HARRANUM, og tit skulu sanna, at synd tykkara skal finna tykkum! Byggið tykkum nú býir til konur og børn tykkara og byrgi til smáfæ tykkara gerið, sum tit hava sagt!? Tá søgdu Gaditar og Rubenitar við Móses: ?Tænarar tínir skulu gera, sum harri mín býður; børn okkara, konur okkara, fylgi okkara og alt fæ okkara skulu verða verandi her í býunum í Gilead; men tænarar tínir, vit, so mangir sum vápnaðir eru til bardaga, skulu fara um Jordan fyri ásjón HARRANS og vera við í bardaganum soleiðis sum harri mín hevur sagt.? Móses gav nú Eleazar presti, Josva, syni Nun, og høvdunum fyri fedrahúsunum í ættum Ísraelsmanna boð um teir. Móses segði við teir: ?Koma Gaditar og Rubenitar, so mangir sum vápnaðir eru av teimum, við tykkum um Jordan til bardagan fyri ásjón HARRANS, og tit taka landið, so skulu tit geva teimum Gileadsland í ogn. Men koma teir ikki vápnaðir yvirum við tykkum, so skulu teir fáa ogn sína í Kána'anslandi saman við tykkum.? Tá svaraðu Gaditar og Rubenitar: ?Tað, ið HARRIN hevur sagt við tænarar tínar, skulu vit gera; vit skulu vápnaðir fara yvir í Kána'ansland fyri ásjón HARRANS, men arvaogn okkara skal vera hesumegin Jordan.? Móses læt Gaditar, Rubenitar og hálva ætt Manasse hann, ið var sonur Jósef fáa ríkini, ið Sihon amoritakongur og Og, kongurin í Basan, høvdu átt, alt landið við býunum og markunum rundan um teir, allar býirnar allastaðni í landinum. Gaditar bygdu tá upp aftur Dibon, Atarot, Aroer, Atrot-Sofan, Jazer, Jogbeha, Bet-Nimra, Bet-Haran víggirdar býir og byrgi til fæið. Rubenitar bygdu upp aftur Hesbon, El'ale, Kirjatajim, Nebo og Ba'al-Meon sum teir góvu onnur nøvn og Sibma; teir kallaðu býirnar, teir endurreistu, upp eftir sær. Synir Makir, son Manasse, fóru til Gilead og tóku tað og róku burtur Amoritar, sum búðu har. Móses gav Makir, syni Manasse, Gilead, og hann búsettist har. Ja'ir, sonur Manasse, fór og tók bygdir teirra* og gav teimum navnið Ja'irsbýir. Noba fór og tók Kenat við smábýunum, ið til hoyrdu; og hann kallaði tað Noba eftir sær sjálvum. KAPITUL Tey ymisku tilhøldini á ferðini úr Egyptalandi til Kána'ansland, Boð um at oyða Kána'anitar og gudsdýrkan teirra, Hetta eru støðini, har Ísraelsmenn gjørdu steðg, táið teir vóru farnir út av Egyptalandi, herur eftir her, við Mósesi og Áron sum oddamonnum. Eftir boði HARRANS skrivaði Móses upp støðini, ið tey hildu ferðina fram frá. Hetta eru støðini, ið tey hildu ferðina fram frá. Tann fimtanda í fyrsta mánaði fóru tey úr Rameses; dagin eftir páskir fóru Ísraelsmenn avstað, vardir av sterkari hond, so allir Egyptar sóu, meðan Egyptar jarðaðu teir, ið HARRIN hevði dripið millum teirra, allar hinar frumbornu sínar. Eisini yvir gudum teirra hevði HARRIN hildið dóm. Ísraelsmenn fóru tá úr Rameses og gjørdu steðg í Sukkot. Tey fóru úr Sukkot og gjørdu steðg í Etam, har sum oyðimørkin byrjar. Tey fóru úr Etam og vendu við og tóku leiðina til Pi-Hakirot, beint yvir av Ba'al-Zefon; og tey gjørdu steðg yvir av Migdol. Tey fóru úr Pi-Hakirot og fóru tvørtur um havið og inn í oyðimørkina; og tey ferðaðust tríggjar dagsferðir í Etamsoyðimørk og gjørdu steðg í Mara. Tey fóru úr Mara og komu til Elim; í Elim vóru vatnskeldur og pálmar, og tey gjørdu steðg har. Tey fóru úr Elim og gjørdu steðg við Reyðahav. Tey fóru frá Reyðahavi og gjørdu steðg í Sinsoyðimørk. Tey fóru úr Sinsoyðimørk og gjørdu steðg í Dofka. Tey fóru úr Dofka og gjørdu steðg í Alus. Tey fóru úr Alus og gjørdu steðg í Refidim; har hevði fólkið einki vatn at drekka. Tey fóru úr Refidim og gjørdu steðg í Sinaioyðimørk. Tey fóru úr Sinaioyðimørk og gjørdu steðg í Kibrot-Hatta'ava. Tey fóru úr Kibrot-Hatta'ava og gjørdu steðg í Hazerot. Tey fóru úr Hazerot og gjørdu steðg í Ritma. Tey fóru úr Ritma og gjørdu steðg í Rimmon-Perez. Tey fóru úr Rimmon-Perez og gjørdu steðg í Libna. Tey fóru úr Libna og gjørdu steðg í Rissa. Tey fóru úr Rissa og gjørdu steðg í Kehelata. Tey fóru úr Kehelata og gjørdu steðg við Sefersfjall. Tey fóru frá Sefersfjalli og gjørdu steðg í Harada. Tey fóru úr Harada og gjørdu steðg í Makhelot. Tey fóru úr Makhelot og gjørdu steðg í Tahat. Tey fóru úr Tahat og gjørdu steðg í Tara. Tey fóru úr Tara og gjørdu steðg í Mitka. Tey fóru úr Mitka og gjørdu steðg í Hasmona. Tey fóru úr Hasmona og gjørdu steðg í Moserot. Tey fóru úr Moserot og gjørdu steðg í Bene-Ja'akan. Tey fóru úr Bene-Ja'akan og gjørdu steðg í Hor-Hagidgad. Tey fóru úr Hor-Hagidgad og gjørdu steðg í Jotbata. Tey fóru úr Jotbata og gjørdu steðg í Abrona. Tey fóru úr Abrona og gjørdu steðg í Ezjon-Geber. Tey fóru úr Ezjon-Geber og gjørdu steðg í Zinsoyðimørk, í Kades. Tey fóru úr Kades og gjørdu steðg við Horsfjall við landamark Edoms. Áron prestur fór eftir boði HARRANS niðan á Horsfjall, og har doyði hann, fjørutinda árið eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, tann fyrsta í fimta mánaði. Áron var ár, táið hann doyði á Horsfjalli. Hin kána'anitiski kongurin í Arad, sum búði í Suðurlandinum í Kána'anslandi, fekk at frætta, at Ísraelsmenn komu. Tey fóru frá Horsfjalli og gjørdu steðg í Zalmona. Tey fóru úr Zalmona og gjørdu steðg í Punon. Tey fóru úr Punon og gjørdu steðg í Obot. Tey fóru úr Obot og gjørdu steðg í Ije-Ha'abarim við mark Móabs. Tey fóru úr Ijim og gjørdu steðg í Dibon-Gad. Tey fóru úr Dibon-Gad og gjørdu steðg í Almon-Diblatajim. Tey fóru úr Almon-Diblatajim og gjørdu steðg við Abarimfjøll, yvir av Nebo. Tey fóru frá Abarimfjøllum og gjørdu steðg á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko. Tilhald teirra við Jordan var frá Bet-Hajesimot til Abel-Hassittim á Móabsheiðum. HARRIN talaði við Móses á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið tit eru farin um Jordan inn í Kána'ansland, skulu tit reka burtur fyri tykkum øll, sum í landinum búgva og forkoma øllum myndasteinum, sum tey hava; og tit skulu forkoma øllum stoyptu myndum teirra og leggja allar offurheyggjar teirra í oyði. Tit skulu leggja landið undir tykkum og búsetast har; tí tykkum havi Eg givið landið í ogn. Og tit skulu skifta landið sundur millum tykkara við lutakasti, eftir ættum tykkara; stórari ætt skulu tit geva stóran arvalut og lítlari ætt lítlan; ein og hvør skal fáa part sín, eftir sum luturin fellur; eftir fedraættum tykkara skulu tit skifta tað millum tykkara. Men reka tit ikki burtur fyri tykkum tey, sum í landinum búgva, so skulu tey av teimum, sum tit lata verða eftir, verða tornir í eygum tykkara og broddar í síðum tykkara, og tey skulu plága tykkum í landinum, sum tit búgva í. Og tað, sum Eg hevði ætlað at gera við tey, skal Eg tá gera við tykkum.?? KAPITUL Landamarkið ásett, Menninir, ið skuldu skifta landið millum ættirnar, HARRIN talaði við Móses og segði: ?Gev Ísraelsmonnum hetta boð sig við teir: ?Táið tit koma inn í Kána'ansland, so er hetta landið, ið tykkum skal ognast í arvalut Kána'ansland at ytstu landamarkum sínum. Sunnantil skal land tykkara vera frá Zinsoyðimørk fram við Edom. Mark tykkara fyri sunnan skal eystast byrja við enda Salthavs. So skal markið ganga í bugi suður um Akrabbimskarð til Zin og ganga út suður um Kades-Barnea; haðani skal tað ganga til Hazar-Adar og haðani til Azmon. Úr Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin. Mark tykkara fyri vestan skal vera Stórahav; tað skal vera markið. Hetta skal vera mark tykkara fyri vestan. Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan: Frá Stórahavi skulu tit merkja tykkum skjal at Horsfjalli. Frá Horsfjalli skulu tit merkja skjal, hagar sum leiðin liggur til Hamat, og haðani líka til Zedad. Síðani skal markið ganga til Zifron og enda við Hazar-Enan. Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan. Eystantil skulu tit merkja tykkum skjal úr Hazar-Enan til Sefam. Úr Sefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin, og haðani longur suður, inntil tað kemur at fjallarygginum eystan fyri Kinneretsvatn.* Síðani skal markið ganga suður fram við Jordan og enda við Salthav. Hetta skal vera land tykkara og markini rundan um tað.?? Móses gav nú Ísraelsmonnum hetta boð og segði: ?Hetta er landið, ið tit við lutakasti skulu skifta sundur sum arvalut tykkara, og sum eftir boði HARRANS skal verða givið hinum níggju ættunum og teirri hálvu ættini. Tí ætt Rubenita eftir fedrahúsum sínum, ætt Gadita eftir fedrahúsum sínum og hálv ætt Manasse, tær hava longu fingið arvalut sín. Tær báðar ættirnar og hin hálva ættin hava fingið arvalut sín hesumegin Jordan, beint yvir av Jeriko fyri eystan, har sum sólin kemur upp.? HARRIN talaði við Móses og segði: ?Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara: Eleazar prestur og Josva, sonur Nun, og síðani ein høvdingi av hvørjari ætt sum tit skulu taka at skifta landið. Hetta eru nøvn mannanna: Av ætt Juda Kaleb, sonur Jefunne; av ætt Símeonita Semuel, sonur Ammihud; av ætt Benjamins Elidad, sonur Kislon; av ætt Danita ein høvdingi, Bukki, sonur Jogli; av sonum Jósef: Av ætt Manassita ein høvdingi, Hanniel, sonur Efod, og av ætt Efra'imita ein høvdingi, Kemuel, sonur Siftan; av ætt Zebulonita ein høvdingi, Elizafan, sonur Parnak; av ætt Issakarita ein høvdingi, Paltiel, sonur Azzan; av ætt Aserita ein høvdingi, Ahihud, sonur Selomi; og av ætt Naftalita ein høvdingi, Pedael, sonur Ammihud.? Hetta vóru teir, ið HARRIN álegði at skifta arvalutirnar millum Ísraelsmenn í Kána'anslandi. KAPITUL Teir býir Levita, Griðstaðirnir, Deyðastraff, HARRIN talaði framvegis við Móses á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og segði: ?Gev Ísraelsmonnum tað boð, at teir skulu geva Levitunum býir til bústaðir í landinum, sum teir fáa í ogn! Tit skulu eisini geva Levitunum landið rundan um hesar býir. Býirnar skulu teir hava at búgva í, og markirnar, ið til hoyra, skulu teir hava til beiti fyri fæ sítt fylgi síni og øll onnur kríatúr, ið teir hava. Markirnar rundan um býirnar, ið tit skulu geva Levitum, skulu ganga alin frá býmúrinum allar vegir. Uttan fyri býin skulu tit mála alin til eystursíðu, alin til suðursíðu, alin til vestursíðu og alin til norðursíðu, og býurin skal vera í miðjuni. Hesar markir rundan um býirnar skulu teir fáa. Býirnir, ið tit lata Levitarnar fáa, skulu vera teir griðstaðirnir, ið tit skulu geva manndráparum at kunna flýggja til; og umframt teir skulu tit lata teir fáa býir. Tilsamans skulu tit geva Levitunum býir við jørðini, ið til hoyrir. Av býunum, ið tit skulu geva av óðali Ísraelsmanna, skulu tit taka fleiri frá teirri ætt, ið størri er, og færri frá teirri, ið minni er; hvør ætt skal geva Levitunum so mangar av býum sínum, sum svarar til arvalutin, ið hon hevur fingið.? Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: ?Táið tit eru komin um Jordan og inn í Kána'ansland, skulu tit velja nakrar býir, ið skulu vera tykkum griðstaðir, so at manndrápari, sum av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar. Í hesum býum skulu tit hava rætt at leita tykkum skýli undan blóðhevnaranum, so manndráparin skal ikki lata lív, áðrenn hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms. Býirnir, ið tit lata til griðstaðir, skulu vera í tali; tríggjar skulu tit lata hinumegin* Jordan, og hinar tríggjar býirnar skulu tit lata í Kána'anslandi; teir skulu vera griðstaðir. Bæði Ísraelsmenn og hinir fremmandu og innfluttu, sum búgva ímillum teirra, skulu hava rætt at leita sær skýli í hesum býum, so ein og hvør, ið av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar. Tann, ið slær onkun við jarnamboði, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív. Tann, ið tekur upp í hondina stein, nóg stóran at drepa mann við, og slær onkun við honum, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív. Tann, ið hevur í hondini træamboð, sum maður kann drepast við, og slær onkun við tí, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív. Blóðhevnarin skal drepa manndráparan; hvar hann so hittir hann, skal hann drepa hann. Somuleiðis, um ein av hatri rennir undir ein annan ella við vilja kastar okkurt á hann, so hann doyr, ella av fíggindskapi slær hann við hondini, so hann doyr, tá skal hann, ið sló, lata lív; hann er manndrápari, og blóðhevnarin skal drepa manndráparan, hvar hann so hittir hann. Men um ein av misgáum, ikki av fíggindskapi, fírir undir ein annan ella kastar eitt ella annað á hann uttan at hava ilt í huga ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum er nóg stórur at drepa mann við so hann doyr, men drápsmaðurin er ikki óvinur hansara og vildi honum ikki ilt, so skal samkoman døma millum drápsmannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum; og samkoman skal verja manndráparan fyri blóðhevnaranum og beina hann aftur í griðstaðin, sum hann var flýddur til; har skal hann vera, inntil høvuðspresturin, hann, ið salvaður er við hini heiløgu oljuni, er deyður. Men kemur manndráparin út um landamark griðstaðarins, ið hann er flýddur til, og blóðhevnarin hittir hann uttan fyri landamark griðstaðar hansara og drepur manndráparan, so hevur hann onga blóðskyld á sær. Tí manndráparin skal verða verandi í griðstaði sínum, inntil høvuðspresturin er deyður; men táið høvuðspresturin er deyður, kann hann fara aftur, hagar sum hann hevur óðal sítt. Hetta skal vera lóg hjá tykkum mann eftir mann, hvar tit so búgva. Táið onkur drepur menniskja, so má manndráparin ikki verða dripin, uttan meir enn eitt vitni er móti honum; tað, ið bert ein vitnar, er ikki nóg mikið at fella deyðadóm eftir. Tit mugu ikki taka við loysigjaldi fyri lív manndrápara, táið hann er deyðasekur hann skal lata lív. Heldur ikki mugu tit taka við loysigjaldi fyri ein, ið flýddur er til griðstað, so hann kann koma aftur og búgva onkustaðni í landinum, áðrenn presturin er deyður. Vanhalgið ikki landið, ið tit búgva í! Tí blóð vanhalgar landið, og bót verður ikki gjørd fyri landið fyri blóðið, ið har verður úthelt uttan við blóði tess, ið úthelt tað hevur. Tú skalt ikki gera landið óreint, sum tit búgva í, landið, ið Eg búgvi mitt í; tí Eg, HARRIN, búgvi mitt ímillum Ísraelsmenn!?? KAPITUL Hvørjum døtur, ið arvarætt høvdu, kundu giftast við. Høvuðsmenn fedrahúsanna í slektini, sum ættað var frá Gilead, syni Makir, son Manasse, og hoyrdi til ættir sona Jósefs, stigu fram fyri Móses og høvdingarnar, ið vóru høvuðsmenn fedrahúsa Ísraelsmanna, og teir søgdu: ?HARRIN hevur álagt harra mínum at skifta landið millum Ísraelsmenn við lutakasti, og harri mín hevur fingið boð frá HARRANUM um at lata døtur Zelofhad, bróður okkara, fáa arvalut hansara. Men giftast tær nú við monnum, ið hoyra til eina aðra ætt í Ísrael, so fer jú arvalutur teirra burtur frá fedraarvi okkara og verður lagdur aftrat arvaluti ættarinnar, ið tær koma at hoyra til, og soleiðis minkar arvaluturin, ið okkum er givin við lutakasti. Táið so fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, verður arvalutur teirra lagdur aftrat arvaluti ættarinnar, ið tær koma at hoyra til, og arvalutur teirra fer burtur frá arvaluti fedraættar okkara.? Tá gav Móses eftir orði HARRANS Ísraelsmonnum hetta boð: ?Tað er beint, ið ætt sona Jósefs sigur! Hetta er boðið, ið HARRIN gevur viðvíkjandi døtrum Zelofhad: Tær kunnu giftast, við hvørjum tær vilja, bert tær giftast inn í eina slekt, sum hoyrir til teirra egnu fedraætt. Tí eingin arvalutur, ið hoyrir Ísrael til, má fara frá eini ætt til eina aðra; Ísraelsmenn skulu halda fast, hvør við arvalut fedraættar sínar. Ein og hvør dóttir, ið fær arvalut í eini ætt Ísraelsmanna, skal giftast við manni í onkrari slekt, sum hoyrir til hennara egnu fedraætt, so Ísraelsmenn kunnu verða sitandi, hvør við arvaluti fedra sína sum óðali, og fyri at eingin arvalutur skal fara frá eini ætt til eina aðra; nei, ættir Ísraelsmanna skulu halda fast, hvør við arvalut sín!? Døtur Zelofhad gjørdu tá, sum HARRIN hevði álagt Mósesi; Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhad, giftust við sonum faðirbrøður sínar; tær giftust við monnum í ættum Manasse, sonar Jósefs, so at arvalutur teirra varð verandi hjá slekt fedraættar teirra. Hetta eru boðini og lógirnar, ið HARRIN við Mósesi gav Ísraelsmonnum á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko. Fimta Mósebók KAPITUL Yvirskrift, Mint verður um ferðina í oyðimørkini: Boð Harrans um at taka Kána'ansland, Táið dómarar vórðu settir, Táið njósnararnir vórðu sendir, Fólkið er treiskt, Harrin er illur við fólkið og Móses, Gud revsar fólkið, sum í sjálvsáliti vildi fara inn í landið, Hetta eru orðini, ið Móses talaði við alt Ísrael hinumegin* Jordan, í oyðimørkini, á slættlendinum beint yvir av Suf, millum Paran og Tofel, Laban, Hazerot og Di-Zahab, ellivu dagsferðir frá Horeb roknað eftir vegnum, ið gongur um Se'irsfjøll til Kades-Barnea. Tað var fjørutinda árið, tann fyrsta í ellivta mánaði, at Móses talaði við Ísraelsmenn og bar fram alt tað, ið HARRIN hevði álagt honum at tala við teir eftir at hann hevði vunnið á Sihon amoritakongi, sum búði í Hesbon, og við Edre'i vunnið á Og kongi í Basan, sum búði í Astarot. Hinumegin Jordan, í Móabslandi, fór Móses undir at útleggja hesa lóg og segði: ?HARRIN Gud okkara talaði við okkum við Horeb og segði: ?Nú hava tit nóg leingi steðgað við hetta fjall. Farið nú avstað og takið leiðina til Amoritafjøll og til øll grannafólk teirra á slættlendinum, í fjallalandinum, í láglendinum, í Suðurlandinum og úti við havið til land Kána'anita og til Libanon, líka at Stórá, ánni Eufrat! Eg havi givið landið í vald tykkara; farið avstað og takið landið, ið HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva teimum og avkomi teirra eftir teir!? Tá segði eg við tykkum: ?Eg eri ikki mentur at bera tykkum einsamallur. HARRIN Gud tykkara hevur gjørt tykkum mong í tali, so at tit í dag eru so mong sum stjørnurnar á himli hevði bert HARRIN Gud fedra tykkara gjørt tykkum túsund ferðir so mong, sum tit eru, og signað tykkum, sum Hann hevur lovað tykkum! Men hvussu skal eg einsamallur kunna bera tyngdina og byrðina av tykkum og allar trætur tykkara! Veljið tí vísar, vitigar og royndar menn av hvørji ætt tykkara! Teir skal eg so seta til høvdingar yvir tykkum.? Tit svaraðu mær: ?Tað er bæði rætt og gott, tað, ið tú sigur!? So tók eg ættarhøvdingar tykkara, vísar og royndar menn, og setti teir til høvdingar yvir tykkum summar yvir túsund, summar yvir hundrað, summar yvir fimti og summar yvir tíggju og til umsjónarmenn yvir ættum tykkara. Ta ferðina gav eg eisini dómarum tykkara hetta boð: ?Hoyrið sakirnar, ið brøður tykkara hava sín ámillum, og hevur onkur søk við bróður sín ella við ein fremmandan, ið hjá honum býr, so dømið rættvíst millum teirra! Tit mugu ikki gera mannamun, táið tit døma! Tann, ið lítið hevur at týða, skulu tit hoyra líka væl sum hin mæta; tit skulu ongan óttast, tí dómurin hoyrir Gudi til. Men er ein søk tykkum ov torfør, skulu tit bera hana fram fyri meg; so skal eg hoyra hana.? Ta ferðina gav eg tykkum eisini boð um alt, ið tit skuldu gera. Síðani fóru vit frá Horeb og ferðaðust gjøgnum alla hina stóru, ræðuligu oyðimørk, ið tit hava sæð, leiðina til fjallaland Amorita soleiðis sum HARRIN Gud okkara hevði álagt okkum; og vit komu til Kades-Barnea. Tá segði eg við tykkum: ?Nú eru tit komin til Amoritafjøll, sum HARRIN Gud okkara fer at geva okkum. Sært tú, HARRIN Gud tín hevur givið landið í hendur tínar far hagar og tak tað, soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur sagt við teg! Óttast ikki og ræðst ikki!? Tá komu tit allir til mín og søgdu: ?Lat okkum senda menn undan okkum, so teir kunnu kanna landið fyri okkum og lata okkum fáa at vita, hvørja leið vit skulu fara hagar, og um býirnar, ið vit koma til!? Hetta dámdi mær væl, og eg tók tólv menn millum tykkara, ein fyri hvørja ætt. Teir fóru avstað og fóru niðan í fjøllini og komu í Eskoldal. Teir kannaðu landið og tóku nakað av ávøkstinum, ið har var, og høvdu hann við sær aftur til okkara. Og teir bóru okkum tíðindi og søgdu: ?Landið, ið HARRIN Gud okkara fer at geva okkum, er gott land!? Men tit vildu ikki fara hagar; tit vóru orði HARRANS Guds tykkara ólýðin. Tit góvu ilt av tykkum í tjøldum tykkara og søgdu: ?HARRIN hatar okkum; tí hevur Hann leitt okkum út av Egyptalandi og ætlar at geva okkum í hendur Amorita, so vit ganga til grundar! Hvar er tað so, vit skulu fara? Brøður okkara hava tikið mótið frá okkum við at siga: ?Tað er eitt fólk, sum er størri og hægri enn vit, og tey hava stórar býir við múrum líka upp til himmals ja, vit sóu eisini Anakitar har!?? Men eg segði við tykkum: ?Latið tykkum ikki ræða, og óttist ikki fyri teimum! HARRIN Gud tykkara, sum undan tykkum gongur, Hann skal berjast fyri tykkum, soleiðis sum tit sóu, at Hann gjørdi fyri tykkum í Egyptalandi og í oyðimørkini, har sum tú sást, at HARRIN Gud tín bar teg, eins og maður ber barn sítt, allan vegin tit hava ferðast, líka inntil tit komu higar!? Men kortini trúðu tit ikki á HARRAN Gud tykkara, Hann, sum gekk undan tykkum á leiðini at leita tykkum eftir staði at reisa tjøldini á um náttina í eldi, so tit skuldu síggja vegin, ið tit skuldu ganga, og um dagin í skýggi. Táið HARRIN hoyrdi orð tykkara, varð Hann vreiður og svór: ?Ikki so mikið sum ein av hesum monnum, av hesum ónda ættarliði, skal síggja hitt góða land, ið Eg við eiði havi lovað at geva fedrum tykkara eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne; hann skal fáa tað at síggja; honum og børnum hansara skal Eg geva landið, ið fótur hansara hevur stigið á aftur fyri at hann trúliga hevur fylgt HARRANUM eftir!? Eisini meg varð HARRIN illur við fyri tykkara skuld og segði: ?Heldur ikki tú skalt koma inn hagar! Josva, sonur Nun, hann, ið gongur tær til handa, skal koma inn hagar; set mót í hann, tí hann skal skifta tað í arv millum Ísrael! Smábørn tykkara, sum tit søgdu, fóru at falla í fíggindahond børn tykkara, sum í dag ikki duga at gera mun á góðum og illum tey skulu koma inn hagar, teimum skal Eg geva tað, tey skulu taka tað í ogn. Men vendið tit við og farið út í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavs!? Tá svaraðu tit mær: ?Vit hava syndað móti HARRANUM; nú skulu vit fara hagar í bardaga, soleiðis sum HARRIN Gud okkara hevur givið okkum boð um!? Og tit gyrdu tykkum allir við vápnum tykkara; tit hildu vera lítið fyri at leggja niðan í fjøllini. Men HARRIN segði við meg: ?Sig við teir: ?Tit mugu ikki fara hagar og ikki geva tykkum í bardaga, tí Eg eri ikki við tykkum; tit koma bert at lúta fyri fíggindum tykkara!?? Eg segði hetta við tykkum, men tit lurtaðu ikki eftir mær; tit vóru orði HARRANS ólýdnir og løgdu í hugmóði tykkara niðan í fjøllini. Tá hildu Amoritar, sum har í fjøllunum búðu, ímóti tykkum, og teir jagstraðu tykkum sum flokkur av býflugum, vunnu á tykkum og spjaddu tykkum sundur í Se'ir og róku tykkum líka til Horma. Táið tit so komu aftur, grótu tit fyri ásjón HARRANS; men HARRIN hoyrdi ikki bønir tykkara og lurtaði ikki eftir tykkum. Og so vórðu tit verandi í Kades, alla ta longu tíð tit vóru har.? KAPITUL Ferðin um Edomsland, Um Móabsland, Um Ammonsland, Sigurin á Sihon, ?Síðani vendu vit við og fóru inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavs so sum HARRIN hevði sagt við meg; og í langa tíð ferðaðust vit rundan um Se'irsfjøll. Tá segði HARRIN við meg: ?Nóg leingi hava tit nú ferðast rundan um fjøllini her; haldið nú norðureftir! Men gev fólkinum hetta boð: ?Táið tit nú fara gjøgnum landið, ið brøður tykkara, synir Esau, eiga, teir, sum búgva í Se'ir, og teir ræðast tykkum, skulu tit varða tykkum væl, so tit ongan ófrið gera teimum; Eg gevi tykkum ikki so mikið sum fótbreidd av landi teirra, tí Eg havi givið Esau Se'irsfjøll í ogn. Matin, ið tykkum tørvar, skulu tit keypa frá teimum fyri pening, og vatnið, ið tit drekka, skulu tit eisini keypa frá teimum fyri pening. HARRIN Gud tín hevur jú signað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; Hann hevur havt umsorgan fyri tær á ferð tíni gjøgnum hesa stóru oyðimørk; í fjøruti ár hevur HARRIN Gud tín nú verið við tær, einki hevur fattast tær.?? So fóru vit longur burtur frá brøðrum okkara, sonum Esau, sum búgva í Se'ir; vit hildu av vegnum, ið gongur úr Elat og Ezjon-Geber gjøgnum oyðimørkina, vendu okkum aðra leið og hildu fram vegin at Móabsoyðimørk. Tá segði HARRIN við meg: ?Tú mást ikki halda á Móabitar og ongan ófrið gera teimum; tí Eg gevi tær einki av landi teirra í ogn sonum Lot havi Eg givið Ar at eiga.? Fyrr í tíðini búðu Emitar har, mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar. Eisini teir verða roknaðir upp í risarnar, eins og Anakitar, og Móabitar kalla teir Emitar. Og í Se'ir búðu fyrr í tíðini Horitar; men synir Esau róku teir burtur, týndu teir og búsettust sjálvir í landi teirra eins og Ísrael nú hevur gjørt við land sítt, tað, sum HARRIN hevur givið teimum í ogn. ?Gerið tykkum nú til reiðar og farið um Zeredá!? Vit fóru so um Zeredá. ár vóru gingin, frá tí vit fóru úr Kades-Barnea, inntil vit gingu um Zeredá, og tá var alt hitt ættarliðið útdeytt úr tilhaldinum, allir vápnaførir menn sum HARRIN hevði svorið, at teimum skuldi gangast. Hond HARRANS var eisini ímóti teimum, so Hann rykti teir burtur úr tilhaldinum, til seinasta mann. Táið nú allir vápnaførir menn av fólkinum vóru deyðir og burtur, talaði HARRIN við meg og segði: ?Táið tú nú fert um landamark Móabs, gjøgnum Ar, og soleiðis kemur at landi Ammonita, mást tú ikki halda á teir ella gera teimum nakran ófrið; tí Eg gevi tær einki av landi Ammonita í ogn sonum Lot havi Eg givið tað at eiga.? Eisini tað landið verður roknað fyri land við risum; fyrr í tíðini búðu risar har, og Ammonitar kalla teir Zamzummitar. Teir vóru mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar; men HARRIN oyddi teir fyri Ammonitum, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra. Sama gjørdi Hann fyri synir Esau, sum búgva í Se'ir; fyri teimum oyddi Hann Horitar, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra og síðani hava teir búð har líka til henda dag. Á sama hátt gekst við Avitum, sum búðu í bygdunum líka til Gaza; teir róku Kaftorar burt, teir, sum komu úr Kaftor, og búsettust síðani í landi teirra. ?Gerið tykkum nú til reiðar, haldið avstað og farið um Arnoná! Eg havi givið Sihon Amorit, kongin í Hesbon, og land hansara í hendur tínar; far nú undir at taka tað, og byrja bardaga við hann! Frá hesum degi skal Eg lata ræðslu fyri tær og ótta fyri tær falla á øll fólkasløg undir himli; øll, ið fáa at hoyra um teg, skulu pipra og skelva fyri tær.? Eg sendi tá úr Kedemotsoyðimørk boð til Sihon, kongin í Hesbon, við friðarorðum og læt siga: ?Loyv mær at ganga gjøgnum land títt! Eg skal halda meg á vegnum, eg skal ikki fara til viks, hvørki til høgru ella til vinstru. Tað, ið mær tørvar til føði, kanst tú selja mær fyri pening, og vatnið, ið eg drekki, kanst tú eisini lata meg fáa fyri pening; loyv mær bert at fara til gongu ígjøgnum soleiðis sum synir Esau, sum búgva í Se'ir, og Móabitar, sum búgva í Ar, loyvdu mær so eg fái farið um Jordan inn í landið, sum HARRIN Gud okkara fer at geva okkum!? Men Sihon, kongurin í Hesbon, vildi ikki loyva okkum at ganga gjøgnum land sítt; tí HARRIN Gud tín herdi sinni hansara og gjørdi hjarta hansara hart fyri at geva hann í hendur tínar, sum í dag gongur sjón fyri søgn. Síðani segði HARRIN við meg: ?Sært tú, nú havi Eg givið Sihon og land hansara í hendur tínar; far nú undir at taka tað, so tú fært land hansara í ogn!? So kom Sihon við øllum fólki sínum í bardaga við okkum, til Jahaz. Men HARRIN Gud okkara gav hann í hendur okkara, og vit høgdu niður bæði hann og synir hansara og alt fólk hansara. Vit tóku tá allar býir hansara og slógu hvønn bý við banni og drópu bæði menn, kvinnur og børn; ikki eitt lótu vit verða eftir ella sleppa. Bert fæið tóku vit sum herfong, somuleiðis tað, ið vit rændu í býunum, sum vit tóku. Frá Aroer, ið liggur við Arnoná á áarbakkanum og frá býnum, sum liggur í dalinum, og líka til Gilead var ikki ein býur, sum vit ikki vóru menn fyri at taka HARRIN Gud okkara gav teir allar í hendur okkara. Men land Ammonita lætst tú vera í friði, bæði landið fram við Jabboká og býirnar í fjøllunum og alt tað, ið HARRIN Gud okkara hevði boðið okkum ikki at taka.? KAPITUL Sigurin á Og, Landið eystan fyri Jordan skift, Josva valdur, ?Vit hildu so aðra leið og tóku vegin til Basan; tá kom Og, kongurin í Basan, í bardaga við okkum, til Edre'i, hann og alt fólk hansara. Men HARRIN segði við meg: ?Ræðst hann ikki! Eg havi givið hann og alt fólk hansara og land hansara í hendur tínar, og tú skalt gera við hann, sum tú gjørdi við Sihon amoritakong, sum búði í Hesbon.? So gav HARRIN Gud okkara eisini Og, kongin í Basan, og alt fólk hansara í hendur okkara, og vit vunnu á honum, so at vit ongan lótu verða eftir ella sleppa. Vit tóku tá allar býir hansara; ikki var ein býur, sum vit tóku ikki frá teimum býir, allan landspartin Argob, ríki Ogs í Basan. Allir hesir býir vóru víggirdir staðir við høgum múrum, dupultum portrum og portursláum. Haraftrat komu allar bygdirnar, og tær vóru nógvar. Vit slógu tey við banni, sum vit høvdu gjørt við Sihon, kongin í Hesbon; hvønn ein bý slógu vit við banni og drópu menn, kvinnur og børn. Men alt fæið og tað, ið vit rændu í býunum, tóku vit sjálvir sum herfong. Soleiðis tóku vit tá landið frá báðum amoritakongunum hesumegin* Jordan, frá Arnoná líka til Hermonfjall sum Zidoningar kalla Sirjon, og Amoritar Senir allar býirnar á slættlendinum, alt Gilead og alt Basan, líka at býunum Salka og Edre'i í ríki Ogs í Basan.? Hesin Og, kongurin í Basan, var tann seinasti, ið eftir var av Refa'itum*; kista hansara, jarnkista, stendur, sum øll vita, í ammonitabýnum Rabba; hon er alin long og alin breið eftir vanligum máli. ?Hetta landið tóku vit so tá. Landið frá Aroer, sum liggur við Arnoná, og helvtina av Gileadsfjøllum við býunum har gav eg Rubenitum og Gaditum, og tað, ið eftir var av Gilead og alt Basan, ríki Ogs, gav eg hálvari ætt Manasse, allan landspartin Argob alt Basan.? Hetta er tað, ið rópt verður Refa'italand. Ja'ir, sonur Manasse, tók allan landspartin Argob, líka at landamarkum Gesurita og Ma'akatita, og kallaði tað Basanlandið Ja'irsbýir eftir sær sjálvum, og so hevur tað itið til henda dag. ?Gilead læt eg Makir fáa; og Rubenitum og Gaditum gav eg landið úr Gilead í Arnondal, í miðjan dalin har var markið og at Jabboká, sum er markið móti Ammonitum, haraftrat slættlendið við Jordan sum er mark frá Kinneretsvatni at vatninum á slættlendinum Salthavi undir Pisgalíðum, eystanfyri. Tá var tað, eg gav tykkum hetta boð: ?HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum hetta land at eiga; vápnaðir skulu tit allir, sum vápnaførir eru fara á odda hjá brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum. Bert konur, børn og fæ tykkara eg veit at tit hava nógv fæ skulu verða eftir í býunum, sum eg havi givið tykkum inntil HARRIN gevur brøðrum tykkara hvíld eins og tykkum, og teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum hinumegin Jordan; tá kunnu tit fara heimaftur, hvør til óðalið, ið eg havi givið tykkum.? Um hesa somu tíð gav eg Josva hetta boð: ?Tú hevur við egnum eygum sæð alt, ið HARRIN Gud tykkara hevur gjørt við hesar báðar kongarnar so skal HARRIN gera við øll ríkini, ið tú ert á leið til. Tit skulu ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tykkara skal sjálvur berjast fyri tykkum!? Um hesa tíðina bønaði eg HARRAN og segði: ?Harri HARRI! Tú hevur byrjað at lata tænara Tín síggja stórleika Tín og sterku hond Tína; tí hvar í Himli og á jørð er gudur, sum kann gera slíkar gerningar og slík stórverk sum Tú! Loyv mær nú at fara yvirum og síggja hitt góða land hinumegin Jordan, hitt góða fjallaland har og Libanon!? Men HARRIN var vreiður við meg fyri tykkara skuld og lurtaði ikki eftir mær, men segði við meg: ?Lat nú vera nóg mikið tala ikki meiri við Meg um hatta! Far niðan á Pisgatind, vend eygum tínum í vestur, norður, suður og eystur, og hygg væl rundan um teg tí um Jordan her kemur tú ikki! Sig Josva tað, ið hann skal gera, og ger hann treystan og sterkan! Tí tað er hann, ið skal fara yvirum á odda hjá hesum fólki, og tað er hann, ið skal geva teimum í ogn hetta landið, sum tú sært!? So vórðu vit tá verandi í dalinum beint yvir av Bet-Peor.? KAPITUL Áminning um at halda lógina, Ávaring um ikki at dýrka myndir, Teir tríggir griðstaðirnir eystan fyri Jordan, Inngangsorð til lógirnar aftaná, ?Hoyr nú, Ísrael, lógirnar og boðini, ið eg læri tykkum at halda, so tit kunnu liva og koma inn í landið, sum HARRIN Gud fedra tykkara gevur tykkum, og taka tað í ogn! Tit mugu einki leggja aftrat boðunum, ið eg gevi tykkum, ei heldur taka nakað burturav, nei, tit skulu halda boð HARRANS Guds tykkara, sum eg gevi tykkum! Tit hava við egnum eygum sæð tað, ið HARRIN gjørdi, táið hatta hendi við Ba'al-Peor: Hvønn ein mann, ið helt seg til Ba'al-Peor, týndi HARRIN Gud tín úr fólki tínum; men tit, ið hildu tykkum til HARRAN Gud tykkara, tit liva allir, tann dag í dag. Nú, eg havi lært tykkum lógir og boð, so sum HARRIN Gud mín álegði mær fyri at tit skulu gera eftir teimum í landinum, sum tit fara inn í og skulu taka í ogn. Tit skulu halda tey og gera eftir teimum; tað skal verða vísdómur og vit tykkara í eygum annara tjóða; tí táið tær fáa at hoyra um allar hesar lógir, fara tær at siga: ?Sanniliga er hetta eitt víst og vitigt fólk, hetta stóra fólk!? Tí hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur gudar, ið eru tí nær, sum HARRIN Gud okkara er okkum, so ofta sum vit kalla á Hann! Og hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur slíkar rættvísar lógir og slík rættvís boð sum alla hesa lóg, ið eg leggi fram fyri tykkum í dag! Men tú mást ansa tær og varða teg væl, so tú gloymir ikki tað, ið eygu tíni hava sæð, og tað víkur ikki frá hjarta tínum, so leingi sum tú livir nei, tú skalt siga børnum og barnabørnum tínum frá tí! Gloym ikki hin dag, táið tú stóðst fyri ásjón HARRANS Guds tíns við Horeb táið HARRIN segði við meg: ?Kalla Mær fólkið saman! Eg skal lata tey hoyra orð Míni, so tey kunnu læra at óttast Meg, so leingi sum tey liva á jørðini, og læra børn síni tað við!? Tá stigu tit fram og stóðu undir fjallinum, meðan fjallið stóð í brennandi loga líka upp til himmals, og myrkur, skýggj og niða vóru rundanum. HARRIN talaði við tykkum mitt út úr eldinum; tit hoyrdu orðini, men Hann, ið talaði, sóu tit ikki tit hoyrdu bert eina rødd. Tá kunngjørdi Hann tykkum sáttmála Sín, sum Hann beyð tykkum at halda, hini tíggju orðini, og Hann skrivaði tey á tvær steintalvur. Mær beyð HARRIN tá at læra tykkum lógir og boð, sum tit skulu liva eftir í landinum, sum tit nú skulu fara yvir í og taka í ogn. Ansið tykkum tí nú væl, so satt sum tit hava lív tykkara kært tí tit sóu ikki Hann, ið talaði, tann dag ið HARRIN talaði við tykkum á Horeb mitt út úr eldinum so tit gera ikki slíka synd, at tit evna tykkum til nakra útskorna mynd, avgudamynd av nøkrum slagi, sum líkist manni ella kvinnu ella onkrum fýrføttum dýri á jørðini, onkrum fugli við veingjum, sum undir himli flýgur, onkrum dýri, ið á jørðini skríður ella onkrum fiski í vatninum undir jørðini! Táið tú lyftir eygum tínum móti himli og sært sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himmalsins, varða teg tá, at tú letur teg ikki dára, so tú tilbiður og dýrkar tey tey, ið HARRIN Gud tín hevur givið øllum tjóðum undir øllum himlinum! Men tykkum hevur HARRIN tikið og leitt út úr jarnovninum, av Egyptalandi, fyri at tit skuldu vera ognartjóð Hansara sum tit nú eru. Men HARRIN varð vreiður við meg fyri tykkara skuld og svór, at eg skuldi ikki sleppa at fara um Jordan og ikki koma inn í hitt góða land, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga. Tí eg má doyggja her í hesum landi, eg komi ikki um Jordan; men tit skulu fara yvir um og taka hetta góða land í ogn. Varðið tykkum tí, so tit gloyma ikki sáttmála HARRANS Guds tykkara, sum Hann hevur gjørt við tykkum, og gera tykkum skurðmynd av onkrum slagi! Tí tað hevur HARRIN Gud tín forboðið tær! HARRIN Gud tín er oyðandi eldur, álvarsamur Gud. Táið tú fært børn og barnabørn, og tit verða gomul í landinum, og tit tá spilla tykkum so, at tit gera tykkum skurðmyndir av onkrum slagi og soleiðis gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS Guds tykkara, og eggja Hann til vreiði, so eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum skulu tit vissuliga skjótt verða týnd úr landinum, sum tit nú fara um Jordan yvir í og skulu taka í ogn; tit skulu ikki liva har mangar dagar, men verða heilt oydd. HARRIN skal spjaða tykkum millum fólkini, so bert lítil flokkur verður eftir av tykkum millum heidningafólkini, ið HARRIN rekur tykkum burtur til. Har skulu tit dýrka gudar, ið gjørdir eru av mannahond træ og stein sum hvørki síggja, hoyra, eta ella lukta. Har skulu tit søkja HARRAN Gud tykkara, og tú skalt finna Hann, táið tú søkir Hann av øllum hjarta tínum og allari sál tíni. Táið tú ert í neyð, og alt hetta kemur yvir teg á síðstu døgum tá skalt tú venda við til HARRAN Gud tín og hoyra rødd Hansara. Tí HARRIN Gud tín er miskunnsamur Gud; Hann skal ikki sleppa tær og ikki lata teg ganga til grundar; Hann skal ikki gloyma sáttmálan við fedrar tínar, sum Hann svór teimum. Tí spyr bert um dagarnar, ið farnir eru, sum vóru fyri tína tíð, líka frá tí degi ið Gud skapti menniskjuni á jørðini spyr frá øðrum enda á himli at øðrum, um nakað so stórt sum hetta hevur hent ella hevur verið hoyrt um, um nøkur tjóð hevur hoyrt rødd Guds tala mitt út úr eldinum so sum tú hevur hoyrt og tó livað, ella um nakar gudur hevur boðið til at koma og taka sær eitt fólk mitt út úr einum øðrum fólki við plágum, teknum og undrum, við kríggi, við sterkari hond og útrættum armi og stórum, øgiligum verkum soleiðis sum tú við egnum eygum hevur sæð, at HARRIN Gud tykkara gjørdi við tykkum í Egyptalandi! Hetta hevur tú alt fingið at síggja, fyri at tú skalt vita, at HARRIN, Hann er Gud, og eingin uttan Hann eina. Av himli hevur Hann latið teg hoyra rødd Sína fyri at læra teg, á jørðini hevur Hann latið teg síggja stóra eld Sín, og orð Hansara hevur tú hoyrt mitt út úr eldinum. Av tí at Hann elskaði fedrar tínar og útvaldi eftirkomarar teirra eftir teir, so leiddi Hann teg sjálvur við stóru kraft Síni út av Egyptalandi, til at reka út fyri tær fólk, ið eru størri og sterkari enn tú, og leiða teg inn og geva tær land teirra at eiga soleiðis sum nú er sannað. Tí skalt tú í dag vita og leggja tær á hjarta, at HARRIN, Hann er Gud, bæði í Himli haruppi og á jørðini herniðri Hann og eingin annar. Og tú skalt akta eftir lógum og boðum Hansara, sum eg í dag gevi tær, so tær kann gangast væl, og børnum tínum eftir teg, og tú kanst liva mangar dagar í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga til ævigar tíðir!? Um hesa tíðina skilti Móses út tríggjar býir hinumegin Jordan, eystan fyri, fyri at manndrápari, sum av misgáum hevði dripið næsta sín uttan at hava borið hatur til hansara frammanundan kundi flýggja hagar, til ein av hesum býum, og bjarga lívinum; tað vóru: Bezer í oyðimørkini á slættlendinum fyri Rubenitar, Ramot í Gilead fyri Gaditar og Golan í Basan fyri Manassitar. Hetta er lógin, ið Móses legði fram fyri Ísraelsmenn; hetta eru vitnisburðirnir, fyriskipanirnar og boðini, ið Móses kunngjørdi Ísraelsmonnum, táið teir vóru farnir út av Egyptalandi, hinumegin* Jordan, í dalinum beint yvir av Bet-Peor, í landinum, sum Sihon amoritakongur hevði átt, hann, sum búði í Hesbon, og sum Móses og Ísraelsmenn vunnu á, táið teir komu úr Egyptalandi; tá tóku teir bæði land hansara og land Ogs, basankongs land beggja amoritakonga hinumegin Jordan, eystan fyri, frá Aroer, ið liggur við Arnoná á áarbakkanum líka til fjallið Sion, tað er Hermon, og alt slættlendið hinumegin Jordan, eystan fyri, líka at vatninum á slættlendinum undir Pisgalíðum. KAPITUL Sáttmálin við Horeb. Hini boðini, Móses sum millumgongumaður millum Gud og fólkið, Móses kallaði saman alt Ísrael og segði við tey: ?Hoyr, Ísrael, lógirnar og boðini, ið eg kunngeri tykkum í dag lærið tey og aktið eftir teimum, so tit halda tey! HARRIN Gud okkara gjørdi sáttmála við okkum á Horeb. Ikki við fedrar okkara gjørdi HARRIN henda sáttmála, men við okkum, okkum, sum her eru, øll, sum eru á lívi í dag. Andlit til andlit talaði HARRIN við tykkum á fjallinum, mitt út úr eldinum. Eg stóð tá millum HARRAN og tykkum at kunngera tykkum orð HARRANS; tí tit ræddust eldin og fóru ikki niðan á fjallið. Hann segði: ?Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum. Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg. Tú mást onga skurðmynd gera tær, onga mynd av tí, sum uppi í himli er, av tí, sum niðri á jørðini er, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini; tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna tey, ið hata Meg men sum í túsund lið ger teimum miskunn, sum elska Meg og halda boð Míni. Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara. Akta eftir sabbatsdeginum, so tú heldur hann heilagan soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær! Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt; men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur, ei heldur sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, neyt títt, esil títt ella nakað av kríatúrum tínum, ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni tí trælur og trælkvinna tín mugu sleppa at hvíla eins og tú. Tú skalt minnast, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín leiddi teg út haðani við sterkari hond og útrættum armi; tí er tað, HARRIN Gud tín hevur álagt tær at halda sabbatsdagin. Ær faðir tín og móður tína soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær so tú kanst fáa langt lív, og tær kann gangast væl í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær! Tú mást ikki drepa. Tú mást ikki dríva hor. Tú mást ikki stjala. Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns, ei heldur jørð hansara, træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsta tínum hoyrir til.? Hesi orð talaði HARRIN við veldigari rødd á fjallinum við alla samkomu tykkara mitt út úr eldinum, skýnum og myrkrinum og legði einki aftrat; og Hann skrivaði tey á tvær steintalvur og flýddi mær tær. Men táið tit hoyrdu røddina mitt út úr myrkrinum, meðan fjallið stóð í ljósum loga, komu tit til mín, allir høvuðsmenn ætta tykkara og hinir elstu tykkara, og tit søgdu: ?HARRIN Gud okkara hevur latið okkum skoða dýrd Sína og stórleika Sín, og vit hava hoyrt rødd Hansara mitt út úr eldinum; í dag hava vit sæð, at Gud kann tala við eitt menniskja, og tað doyr kortini ikki. Hví skulu vit tá doyggja! Hesin stóri eldur fer jú at gera enda á okkum; skulu vit framvegis hoyra rødd HARRANS Guds okkara, so doyggja vit! Hvør man vera á allari jørðini, sum hevur hoyrt rødd hins livandi Guds tala mitt út úr eldinum sum vit hava og kortini livað! Stíg tú fram og hoyr alt tað, ið HARRIN Gud okkara sigur! So kanst tú siga okkum alt tað, ið HARRIN Gud okkara talar við teg, og vit skulu hoyra tað og gera eftir tí!? Táið HARRIN hoyrdi orð tykkara táið tit talaðu hetta við meg segði Hann við meg: ?Eg havi hoyrt orðini, ið hetta fólk hevur sagt við teg; tey hava talað væl í øllum, sum tey hava sagt. Høvdu tey bert allar dagar havt hetta hjartalagið at óttast Meg og akta eftir boðum Mínum so teimum og børnum teirra kundi gingist væl til ævigar tíðir! Far nú og sig við tey, at tey skulu fara aftur til tjøld síni! Men statt tú her hjá Mær, so skal Eg kunngera tær øll boðini og allar lógirnar og fyriskipanirnar, ið tú skalt læra tey, og sum tey skulu liva eftir í landinum, sum Eg gevi teimum at eiga!? Aktið tí nú eftir øllum tí, sum HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, og gerið eftir tí! Víkið ikki frá tí, hvørki til høgru ella til vinstru! Á allari leiðini, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, skulu tit ganga so tit kunnu liva, og tykkum kann gangast væl, og dagar tykkara kunnu verða mangir í landinum, sum tit skulu taka í ogn.? KAPITUL Inngangsorð til lógirnar aftaná, Ísrael skal tæna Harranum og Honum eina, ?Hetta eru boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt mær at læra tykkum, og sum tit skulu liva eftir í landinum, sum tit fara yvir í og skulu taka í ogn so tú skalt óttast HARRAN Gud tín og akta eftir øllum lógum og boðum Hansara, sum eg gevi tær, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín, allar dagar tú livir tá skulu dagar tínir verða mangir. Hoyr tí, Ísrael, og akta væl eftir at halda tey, so tær kann gangast væl, og tit kunnu vaksa stórliga í tali soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær í landi, sum flýtur í mjólk og hunangi! Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein. Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni. Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum; tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp; tú skalt binda tær tey sum tekin á hondina, og tey skulu vera tær sum minnisseðil á pannuni; tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni. Táið HARRIN Gud tín leiðir teg inn í landið, sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva tær stórar og góðar býir, sum tú ikki hevur bygt, hús, full av øllum góðum, sum tú ikki hevur savnað, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur plantað táið tú tá etur og verður mettur, varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum! HARRAN Gud tín skalt tú óttast, Hann skalt tú dýrka, og um navn Hansara skalt tú svørja. Tit mugu ikki halda tykkum til aðrar gudar til nakran av gudum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva; tí álvarsamur Gud er HARRIN Gud tín, sum hjá tær býr annars skal vreiði HARRANS Guds tíns tendrast móti tær, og Hann skal oyða teg av jørðini. Tit mugu ikki freista HARRAN Gud tykkara, sum tit freistaðu Hann í Massa. Tit skulu akta eftir boðum HARRANS Guds tykkara, vitnisburðum Hansara og fyriskipanum Hansara, sum Hann hevur givið tær. Tú skalt gera tað, ið rætt og gott er í eygum HARRANS, so tær kann gangast væl, og tú kanst koma inn í hitt góða land, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tínum, og taka tað í ogn, við tað at Hann rekur út fyri tær allar fíggindar tínar soleiðis sum HARRIN hevur sagt. Táið sonur tín í framtíðini spyr teg: ?Hvussu er tað við vitnisburðunum, fyriskipanunum og boðunum, ið HARRIN Gud okkara hevur givið tykkum?? skalt tú svara syni tínum: ?Vit vóru trælir hjá Farao í Egyptalandi; men HARRIN leiddi okkum við sterkari hond út av Egyptalandi. HARRIN gjørdi stór og oyðandi tekin og undur í Egyptalandi við Farao og alt hús hansara, beint fyri eygum okkara. Men okkum leiddi Hann út haðani, til at føra okkum inn í landið, sum Hann við eiði hevði lovað fedrum okkara, og geva okkum tað. HARRIN álegði okkum at halda allar hesar lógir at óttast HARRAN Gud okkara, so okkum kundi gangast væl allar dagar, og Hann kundi halda okkum á lívi soleiðis sum eisini higartil hevur verið. Tað skal roknast okkum til rættvísi, táið vit akta væl eftir at halda øll hesi boð fyri ásjón HARRANS Guds okkara soleiðis sum Hann hevur álagt okkum.?? KAPITUL Boð um at beina fyri Kána'anitum. ?Táið HARRIN Gud tín hevur leitt teg inn í landið, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, og Hann rekur út fyri tær mong fólkasløg Hetitar, Girgasitar, Amoritar, Kána'anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar, sjey fólk, sum eru størri og sterkari enn tú táið HARRIN Gud tín gevur tey í hendur tínar, so tú vinnur á teimum, skalt tú sláa tey við banni; tú mást ikki gera sáttmála við tey og ikki vísa teimum náði. Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur; tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt. Nei, soleiðis skulu tit gera við tey: Altar teirra skulu tit ríva niður, minnissteinar teirra skulu tit bróta sundur, Asjerur teirra skulu tit høgga niður, og skurðgudamyndir teirra skulu tit brenna. Tí tú ert eitt fólk, ið er HARRANUM Gudi tínum halgað; teg hevur HARRIN Gud tín útvalt at vera ognarfólk Sítt fram um øll fólk á jørðini. Ikki fyri tað at tit vóru størri enn øll onnur fólk, legði HARRIN kærleik Sín á tykkum, so Hann valdi tykkum út; tí tit eru hitt minsta av øllum fólkum; nei, tað var, tí HARRIN elskaði tykkum, og tí Hann vildi halda eiðin, ið Hann hevði svorið fedrum tykkara; tí leiddi HARRIN tykkum út við sterkari hond og loysti teg úr trælahúsinum, úr hondum Faraos egyptakongs. Tú skalt tí nú vita, at HARRIN Gud tín, Hann er Gud, hin trúfasti Gud, sum í túsund ættarlið heldur fast við sáttmála Sín og miskunn Sína móti teimum, ið elska Hann og halda boð Hansara, men sum lønir teimum aftur, ið hata Hann, so Hann forkemur teimum; Hann drálar ikki við teimum, ið hata Hann, men lønir teimum og sparir ikki. Tí mást tú akta væl eftir boðnum, lógunum og fyriskipanunum, sum eg í dag áleggi tær at halda. Táið tit nú hoyra hesi boð og akta eftir teimum og halda tey, skal HARRIN Gud tín halda fast við sáttmála Sín og náði Sína tað, ið Hann við eiði lovaði fedrum tínum. Hann skal elska teg, signa teg og lata teg nørast; Hann skal signa lívsfrukt tína og ávøkst lands tíns korn títt, vín títt og olju tína tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir í landinum, sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum at geva tær. Signað skalt tú vera fram um øll onnur fólk; eingin skal vera ófruktbarur hjá tær, hvørki maður ella kvinna, ei heldur fæ títt. HARRIN skal halda alla sjúku burtur frá tær; onga av óndu sjúkum Egyptalands, sum tú kennir, skal Hann leggja á teg nei, Hann skal leggja tær á øll tey, ið hata teg. Øll fólkini, ið HARRIN Gud tín gevur í hendur tínar, skalt tú týna tú mást ikki spara tey. Tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí tað verður tær snerra. Men hugsar tú sum so: ?Hesi fólk eru størri enn eg hvussu skal eg vera mentur at reka tey út!? so ræðst tey ikki, men minst tað, ið HARRIN Gud tín gjørdi við Farao og allar Egyptar, hinar stóru plágur, ið tú sást fyri eygum tínum, tekinini og undrini, hina sterku hond og hin útrætta arm, ið HARRIN Gud tín leiddi teg út við! Sama skal HARRIN Gud tín gera við øll fólkini, ið tú ræðist. Haraftrat skal HARRIN Gud tín senda hvepsar ímóti teimum, inntil øll tey eru týnd, sum eftir eru og hava fjalt seg fyri tær. Ver ikki ræddur fyri teimum, tí HARRIN Gud tín er við tær, stórur og øgiligur Gud! So við og við skal HARRIN Gud tín reka hesi fólk út fyri tær; tú skalt ikki vera mentur at gera enda á teimum í bræði, tí so høvdu villdýrini verðið tær ov mong. Men HARRIN Gud tín skal geva tey í hendur tínar; Hann skal sláa tey við miklari ræðslu, inntil tey eru týnd. Hann skal geva kongar teirra í hendur tínar, og tú skalt oyða navn teirra undir himli; eingin skal kunna standa seg móti tær, inntil tú hevur gjørt enda á teimum. Gudamyndir teirra skulu tit brenna; tú mást ikki girnast silvurið og gullið, ið á teimum er, ella taka tær tað; tað verður tær snerra, tí tað er HARRANUM Gudi tínum andstygd, og tú mást onga andstygd lata koma inn í hús títt, so tú verður sligin við banni sum hon; hon skal bjóða tær ímóti, og tú skalt rokna hana fyri andstygd, tí hon er sligin við banni.? KAPITUL Ísrael ámint um at vera Harranum takksamt, táið tað minnist ferðina í oyðimørkini. ?Øll boðini, ið eg í dag áleggi tær, skulu tit akta væl eftir at halda; so skulu tit liva og verða mong í tali og koma inn í landið, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara, og taka tað í ogn. Tú skalt minnast allan vegin, ið HARRIN Gud tín hevur leitt teg hesi fjøruti ár í oyðimørkini fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var, um tú fórt at halda boð Hansara ella ikki. Ja, Hann eyðmýkti teg og læt teg svølta, og Hann gav tær manna at eta, føði, sum hvørki tú ella fedrar tínir kendu so tú skuldi vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men at menniskjað livir av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS. Klæði tíni slitust ikki av kroppi tínum, og føtur tínir hovnaðu ikki, hesi fjøruti ár. Tí skalt tú vita og taka tær at hjarta, at eins og maður uppfostrar son sín, so uppfostrar HARRIN Gud tín teg. Og halt boð HARRANS Guds tíns, so tú gongur leiðir Hansara og óttast Hann! Táið nú HARRIN Gud tín leiðir teg inn í gott land, land við løkjum, keldum og djúpum vøtnum, sum springa upp í dølunum og á fjøllunum, land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi, land, har tú ikki í armóð skalt eta breyð títt, har tær einki skal fattast, land, har steinarnir eru jarn, og har tú kanst høgga kopar úr fjøllunum, og tú so etur teg mettan og lovar HARRANUM Gudi tínum fyri hitt góða land, ið Hann hevur givið tær varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN Gud tín, so tú aktar ikki eftir boðum, fyriskipanum og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær! Ja, varða teg, at tú ikki, táið tú etur teg mettan og byggir tær góð hús og býrt í teimum, táið neyt tíni og smáfæ títt nørast, silvur og gull títt verður meiri og meiri, og øll ogn tín veksur at hjarta títt tá ikki verður hugmóðigt, so tú gloymir HARRAN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum, Hann, sum leiddi teg í hini stóru, ræðuligu oyðimørk, millum eiturormar og skorpiónir og á vatnleysum turrlendi, Hann, sum læt vatn renna til tín út úr hinum harða kletti, Hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, føði, sum fedrar tínir kendu ikki fyri at eyðmýkja teg og royna teg og so til endan gera væl við teg! Sig tá ikki í hjartanum: ?Tað er máttur mín og sterka hond mín, ið hevur vunnið mær alt hetta ríkidømi!? Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum sum Hann higartil hevur gjørt. Men gloymir tú HARRAN Gud tín og heldur teg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir so vitni eg í dag fyri tykkum, at tit skulu vissuliga ganga til grundar. Eins og heidningarnir, ið HARRIN letur ganga til grundar fyri tykkum, so skulu eisini tit ganga til grundar, aftur fyri at tit hoyrdu ikki rødd HARRANS Guds tykkara!? KAPITUL Góðska Harrans móti Ísrael, Hvussu ólýðið fólkið hevur verið, ?Hoyr, Ísrael! Tú fert nú um Jordan og skalt koma inn og leggja undir teg tjóðir, ið eru størri og sterkari enn tú, og sum hava býir við múrum upp til himmals, stórt fólk, høgt sum risar, eftirkomarar Anakita, sum tú sjálvur kennir, og sum tú sjálvur hevur hoyrt siga um: ?Hvør kann standa seg móti Anakitum!? Tú skalt tí nú vita, at HARRIN Gud tín, Hann, sum gongur undan tær sum oyðandi eldur, Hann skal oyða tey, og Hann skal eyðmýkja tey fyri tær, so tú fært rikið tey burt og forkomið teimum, og tað skjótt so sum HARRIN Gud tín hevur lovað tær. Táið nú HARRIN Gud tín rekur tey út fyri tær, mást tú ikki hugsa sum so: ?Eg eri so rættvísur tí er tað, HARRIN hevur leitt meg inn í hetta land og givið mær tað í ogn!? Nei, hesir heidningar eru so gudleysir tí er tað, HARRIN rekur teir út fyri tær! Ikki tí at tú ert so rættvísur og so sannhjartaður ikki tí kemur tú inn í land teirra og tekur tað í ogn; nei, tað er, tí hesir heidningar eru so gudleysir, tí rekur HARRIN Gud tín teir út fyri tær og tí HARRIN vil halda tað, ið Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. Tú skalt tí vita, at tað er ikki, fyri tað at tú ert so rættvísur, at HARRIN Gud tín gevur tær hetta góða land at eiga; tí tú ert harðvunnið fólk! Minst bert, gloym ikki, hvussu tú vakti vreiði HARRANS Guds tíns í oyðimørkini! Líka frá tí degi tú fórt út av Egyptalandi, og inntil tit komu higar, hava tit staðið HARRANUM ímóti. Longu við Horeb vaktu tit vreiði HARRANS, og HARRIN varð so illur við tykkum, at Hann ætlaði at gera enda á tykkum. Táið eg var farin niðan á fjallið at taka við steintalvunum, talvunum við sáttmálanum, ið HARRIN hevði gjørt við tykkum, varð eg verandi á fjallinum fjøruti dagar og fjøruti nætur og leskaði hvørki vátt ella turt. Og HARRIN gav mær tær báðar steintalvurnar, sum skrivað var á við fingri Guds; á teimum stóðu øll orðini, ið HARRIN hevði talað til tykkara á fjallinum mitt út úr eldinum, tann dagin ið tit vóru savnað har. Tað var, táið hinir fjøruti dagar og hinar fjøruti nætur vóru at enda, at HARRIN gav mær tær báðar steintalvurnar, sáttmálatalvurnar, og HARRIN segði við meg: ?Skunda tær og far oman hiðani! Fólk títt, sum tú leiddi út av Egyptalandi, hevur borið seg illa at; skjótt viku tey burtur av vegnum, ið Eg gav teimum boð um at ganga tey hava gjørt sær stoypta mynd!? Og HARRIN segði við meg: ?Eg havi havt eyguni eftir hesum fólki, og Eg síggi, at tað er harðvunnið fólk! Lat nú Meg ráða, so skal Eg gera enda á teimum og strika út navn teirra undir himli! Eg skal tá gera teg til sterkari og størri fólk enn hetta!? Tá vendi eg mær og fór oman av fjallinum; men fjallið stóð í ljósum loga; og eg hevði í hondunum báðar sáttmálatalvurnar. Eg fekk tá at síggja, at tit høvdu syndað móti HARRANUM Gudi tykkara og gjørt tykkum stoyptan kálv; skjótt vóru tit vikin burt av vegnum, ið HARRIN hevði givið tykkum boð um at ganga. Eg tók tá og blakaði frá mær báðar talvurnar, sum eg hevði í hondunum, og breyt tær sundur fyri eygum tykkara. So fall eg niður fyri ásjón HARRANS og lá so, eins og hina fyrru ferðina, fjøruti dagar og fjøruti nætur og leskaði hvørki vátt ella turt tí at tit høvdu gjørt so stóra synd og gjørt tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og eggjað Hann til vreiði. Tí eg óttaðist fyri, at HARRIN fór at gera enda á tykkum, nú ið vreiði Hansara var tendrað, og Hann var so illur við tykkum. Og HARRIN hoyrdi meg hesa ferð við. Eisini við Áron var HARRIN so vreiður, at Hann ætlaði at forkoma honum; men eg bað tá fyri Áron við. Men syndafulla verk tykkara kálvin, ið tit høvdu gjørt hann tók eg og brendi; eg soraði hann sundur og mól hann í fínt mjøl; hetta mjøl stoytti eg í løkin, sum rennur oman av fjallinum. Eisini í Tabera, Massa og Kibrot-Hatta'ava vaktu tit vreiði HARRANS. Táið HARRIN sendi tykkum úr Kades-Barnea og segði: ?Farið og takið landið, ið Eg havi givið tykkum!? stóðu tit orði HARRANS Guds tykkara ímóti, trúðu ikki á Hann og lurtaðu ikki eftir Honum. So leingi sum eg havi kent tykkum, hava tit staðið HARRANUM ímóti. So fall eg tá niður fyri ásjón HARRANS og lá so hinar fjøruti dagar og hinar fjøruti nætur við tað at HARRIN hevði sagt, at Hann skuldi gera enda á tykkum. Eg bað til HARRAN og segði: ?Harri HARRI, forkom ikki fólki Tínum og arvaluti Tínum, sum Tú frelsti við stóru kraft Tíni og við sterkari hond leiddi út av Egyptalandi! Minst tænarar Tínar, Ábraham, Ísak og Jákup! Legg ikki í, um hetta fólk er so hart, so gudleyst og so syndafult! Annars fara tey at siga, tey, sum búgva í landinum, ið Tú leiddi okkum út av: ?HARRIN var ikki mentur at leiða tey inn í landið, sum Hann hevði lovað teimum, og Hann hataði tey tí leiddi Hann tey út í oyðimørkina og læt tey doyggja har!? Tey eru jú fólk Títt og arvalutur Tín, sum Tú við stóru kraft Tíni og útrætta armi Tínum hevur leitt út!?? KAPITUL Hugt verður aftur á ymiskar hendingar, Áminning um at halda lógina, ?Um hesa tíðina segði HARRIN við meg: ?Høgg tær tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru, og kom niðan á fjallið til Mín! Ger tær eisini ørk av viði! So skal Eg skriva á talvurnar orðini, ið stóðu á hinum fyrru talvunum, teimum, ið tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina.? Eg gjørdi tá ørk av akasiuviði og høgdi tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru; síðani fór eg niðan á fjallið við talvunum báðum í hondini. Hann skrivaði á talvurnar tað sama, ið skrivað hevði verið hina fyrru ferðina, tey tíggju orðini, ið HARRIN hevði talað til tykkara á fjallinum mitt út úr eldinum, tann dagin tit vóru savnað har. Og HARRIN fekk mær tær. Síðani vendi eg mær og fór oman av fjallinum og legði talvurnar í ørkina, sum eg hevði gjørt; og har vórðu tær liggjandi soleiðis sum HARRIN hevði álagt mær. So fóru Ísraelsmenn úr Be'erot-Bene-Ja'akan og komu til Mosera; har doyði Áron, og har varð hann jarðaður, og sonur hansara Eleazar varð prestur í stað hansara. Haðani fóru tey til Gudgoda, og úr Gudgoda til Jotbata, land við mongum løkjum. Um hesa tíðina skilti HARRIN ætt Levi frá til at bera sáttmálaørk HARRANS og til at standa fyri ásjón HARRANS og tæna Honum og signa í navni Hansara sum teir hava gjørt til henda dag. Tí fekk Levi hvørki part ella arvalut saman við brøðrum sínum; HARRIN er arvur hansara so sum HARRIN Gud tín hevur sagt við hann. Eg varð tá verandi á fjallinum eins og hina fyrru ferðina fjøruti dagar og fjøruti nætur; og HARRIN hoyrdi meg hesa ferð við, HARRIN vildi ikki gera enda á tær. Nú segði HARRIN við meg: ?Reis teg og far avstað og halt fram á odda hjá fólkinum, so tey kunnu koma inn í landið, sum Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum, og taka tað í ogn!? Og nú, Ísrael! Hvat annað krevur HARRIN Gud tín av tær, enn at tú skalt óttast HARRAN Gud tín og ganga allar leiðir Hansara, elska Hann og tæna HARRANUM Gudi tínum av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni, so tú aktar eftir boðum HARRANS og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær fyri at tær kann gangast væl! Tú veitst, at HARRIN Gud tín eigur himmalin og Himlar Himlanna, jørðina og alt tað, ið henni er á. Men bert á fedrar tínar legði HARRIN kærleik Sín, so Hann elskaði teir; og Hann útvaldi tykkum, eftirkomarar teirra, fram um øll onnur fólk soleiðis sum í dag sæst. Umskerið tí nú yvirhúð hjarta tykkara og verið ikki harðvunnin longur! Tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud gudanna og Harri harranna, hin stóri, veldigi, øgiligi Gud, sum ikki ger mannamun og ikki letur Seg keypa, sum hjálpir hinum faðirleysa og einkjuni at fáa rætt, og sum elskar hin fremmanda, so Hann gevur honum føði og klæði. Tit skulu tí eisini vera góð við hin fremmanda; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi. HARRAN Gud tín skalt tú óttast, Honum skalt tú tæna, til Hansara skalt tú halda teg, og um navn Hansara skalt tú svørja. Hann er lovsongur tín, og Hann er Gud tín, Hann, sum hevur gjørt fyri teg alt hetta stóra og øgiliga, sum tú við egnum eygum hevur sæð. Sjeyti í tali fóru fedrar tínir til Egyptalands, og nú hevur HARRIN Gud tín gjørt tykkum so mong í tali sum stjørnurnar á himli!? KAPITUL Áminningar. ?Tú skalt tí nú elska HARRAN Gud tín og halda tað, ið Hann sigur við teg at halda lógir, fyriskipanir og boð Hansara allar dagar. Og minnist í dag nú er tað ikki børn tykkara, eg tosi við, tey, ið ikki kenna tað og ikki hava sæð tað minnist, hvussu HARRIN Gud tykkara hevur uppfostrað tykkum, minnist stórleika Hansara, sterku hond Hansara og útrætta arm Hansara, tekin og verk Hansara, sum Hann í Egyptalandi gjørdi við Farao, egyptakongin, og alt land hansara, tað, ið Hann gjørdi við Egyptaherin, við hestar og vagnar teirra, táið teir eltu tykkum, hvussu Hann tá læt vøtn Reyðahavs leggja yvir teir og týndi teir við alla, tað, ið Hann gjørdi við tykkum í oyðimørkini, líka inntil tit komu higar, og tað, ið Hann gjørdi við Datan og Abiram, synir Eliab, son Ruben, táið jørðin læt upp gap sítt og mitt ímillum alt Ísrael gloypti teimum, húsum teirra, tjøldum teirra og hvørjari livandi sál, sum var í høslagi við teir! Tit hava jú sjálv við egnum eygum sæð øll stórverkini, ið HARRIN hevur gjørt. Haldið tí øll boðini, sum eg í dag áleggi tær, fyri at tit kunnu verða sterk og koma inn og eiga landið, ið tit nú fara yvir í og skulu taka í ogn, og fyri at tit kunnu sleppa at liva leingi í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara at geva teimum og eftirkomarum teirra land, ið flýtur í mjólk og hunangi! Tí landið, ið tú kemur inn í og skalt taka í ogn, er ikki sum Egyptaland, ið tit fóru út av, har sum tú sáaði sáð títt og síðani vatnaði landið við fóti tínum eins og kálhaga. Nei, landið, ið tit fara yvir í og skulu taka í ogn, er land við fjøllum og dølum; tað drekkur vatn, táið regnið fellur av himli land, ið HARRIN Gud tín hevur umsorgan fyri; altíð hvíla eygu HARRANS Guds tíns á tí, frá tí árið byrjar, og inntil tað endar. ?Akta tit nú boð Míni, sum Eg í dag áleggi tykkum, so tit elska HARRAN Gud tykkara og tæna Honum av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara, so skal Eg geva landi tykkara regn í rættari tíð, heystregn og várregn, so tú fært heystað korn títt, vín títt og olju tína. Eg skal geva gras á markum tínum til fæ títt, og tú skalt eta teg mettan.? Men varðið tykkum, at hjarta tykkara verður ikki dárað, so tit falla frá og dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir! Tí so skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og Hann skal lata himmalin aftur, so einki regn kemur, og jørðin ikki gevur grøði sína; og tit skulu verða oydd, og tað skjótt, úr hinum góða landi, ið HARRIN gevur tykkum. Leggið tykkum tí hesi orð míni á hjarta og sinni, bindið tykkum tey sum tekin á hondina, og latið tey vera tykkum sum minnisseðil á pannuni! Og lærið børn tykkara tey við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp! Skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni so tú og børn tíni kunnu liva leingi í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara at geva teimum so leingi sum himmalin er yvir jørðini! Tí akta tit eftir øllum hesum boðum, sum eg í dag áleggi tykkum at halda, so tit elska HARRAN Gud tykkara, ganga allar leiðir Hansara og halda tykkum til Hansara, so skal HARRIN reka út øll hesi fólk fyri tykkum, og tit skulu reka burtur fólk, ið eru størri og fjølmentari enn tit. Hvørt stað, ið tit seta fótin á, skal vera ogn tykkara; frá oyðimørkini til Libanon, frá Stórá ánni Eufrat at havinum í vestri skal land tykkara náa. Eingin skal kunna standa seg ímóti tykkum; ræðslu og ótta fyri tykkum skal HARRIN Gud tykkara lata koma á alt landið, ið tit stíga á so sum Hann hevur lovað tykkum. Tit síggja, eg leggi í dag fyri tykkum signing og bann signingina, so satt sum tit akta boð HARRANS Guds tykkara, sum eg í dag áleggi tykkum, og bannið, um tit akta ikki boð HARRANS Guds tykkara, men víkja burtur av leiðini, ið eg í dag áleggi tykkum at ganga, og halda tykkum til aðrar gudar, sum tit ikki kenna. Táið HARRIN Gud tín leiðir teg inn í landið, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, skalt tú lýsa signingina á Garizimsfjalli og bannið á Ebalsfjalli. Hesi bæði fjøll standa, sum tit vita, hinumegin Jordan, handan fyri vesturvegin, í landi Kána'anita, teirra, sum búgva á slættlendinum beint yvir av Gilgal, við hina stóru eikina More. Tit fara jú nú um Jordan til at koma inn í og taka í ogn landið, sum HARRIN Gud tykkara gevur tykkum. Táið tit tá hava tikið tað í ogn og búsett tykkum har, síggið tá til, at tit halda øll boðini og allar lógirnar, ið eg í dag leggi fyri tykkum!? KAPITUL Harrin má verða dýrkaður bert á einum staði, Forboð fyri at taka eftir Kána'anitum, ?Hetta eru boðini og lógirnar, ið tit, allar teir dagar tit liva á jørðini, skulu akta eftir at halda í landinum, sum HARRIN Gud fedra tykkara hevur givið tær at eiga. Øll tey støð, har heidningarnir, ið tit skulu reka burt, hava dýrkað gudar sínar á høgum fjøllum, á heyggjum og undir hvørjum grønum træi tey skulu tit leggja heilt í oyði. Tit skulu ríva niður altar teirra og bróta sundur minnissteinar teirra; asjerur teirra skulu tit brenna, høgga niður gudamyndir teirra og strika navn teirra úr staðnum, har sum tey stóðu. Tit skulu ikki gera sum tey, táið tit dýrka HARRAN Gud tykkara; nei, til staðið, ið HARRIN Gud tykkara útvelur millum allar ættir tykkara til at lata navn Sítt búgva har, hagar skulu tit leita, hagar skalt tú fara. Hagar skulu tit koma við brenniofrum og sláturofrum tykkara, við tíggjund tykkara og tí, sum hendur tykkara bera fram sum offurgávu lovaðu og sjálvkravdu ofrum tykkara og tí frumborna undan neytum og smáfæi tykkara. Har skulu tit eta fyri ásjón HARRANS Guds tykkara og gleða tykkum saman við húsfólki tykkara um alt tað, ið tit hava vunnið við arbeiði tykkara, alt tað, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við. Tá mugu tit ikki gera, soleiðis sum vit gera her í dag, ein og hvør tað, ið honum tykir beinast tit eru jú ikki enn komin inn til hvíluna og arvin, ið HARRIN Gud tín gevur tær. Nei táið tit eru farin um Jordan og búgva í landinum, sum HARRIN Gud tykkara gevur tykkum í arv, og Hann hevur givið tykkum frið fyri øllum fíggindum tykkara rundanum, so tit búgva trygg, tá skal tað stað, ið HARRIN Gud tykkara útvelur til at lata navn Sítt búgva har, vera tað, ið tit fara til við øllum, ið eg áleggi tykkum: Brenniofrum og sláturofrum tykkara, tíggjundum tykkara og tí, ið hendur tykkara bera fram sum offurgávu, og øllum útvaldu ofrum tykkara, sum tit lova HARRANUM. So skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara, tit og synir og døtur tykkara, tænarar og arbeiðskonur tykkara og Leviturin, ið hjá tykkum býr tí hann hevur hvørki lut ella arv saman við tykkum. Varða teg fyri at ofra brennioffur tíni á einumhvørjum staði sum tú nú kanst raka við! Nei á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur í eini av ættum tínum, har skalt tú ofra brennioffur tíni, og har skalt tú gera alt tað, ið eg áleggi tær! Men annars kanst tú, so mikið sum teg lystir, drepa fæ og eta kjøt í einum og hvørjum av býum tínum eftir sum nú HARRIN Gud tín signar teg; bæði tann, ið óreinur er, og tann, ið reinur er, kunnu eta av tí, eins og tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir. Men blóðið mugu tit ikki eta; tað skalt tú lata renna út á jørðina sum vatn. Tíggjundina av korni tínum, víni tínum og olju tíni mást tú ikki eta heima í býum tínum, heldur ikki tað frumborna undan neytum tínum og smáfæi tínum, heldur ikki nakað av lyftisofrum tínum, av sjálvkravdu ofrum tínum ella av tí, ið hond tín ber fram sum offurgávu. Nei, fyri ásjón HARRANS Guds tíns skalt tú eta tað, á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur, tú og sonur og dóttir tín, tænari tín og arbeiðskona tín og Leviturin, ið hjá tær býr; og tú skalt fyri ásjón HARRANS Guds tíns vera glaður um alt tað, ið tú hevur vunnið við arbeiði tínum. Varða teg fyri at gloyma Levitin, so leingi sum tú livir í landi tínum! Um tú nú, táið HARRIN Gud tín veksur um land títt soleiðis sum Hann hevur lovað tær sigur sum so: ?Eg vil hava kjøt at eta!? av tí at tú brellast eftir kjøti tá kanst tú eta kjøt, so mikið sum teg lystir. Er langt hjá tær til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, so kanst tú gera, sum eg havi álagt tær, og drepa av neytum tínum og smáfæi tínum, sum HARRIN hevur givið tær, og eta tað heima í býum tínum so mikið sum teg lystir. Men tú skalt eta tað, eins og ein etur skógargeitir ella hjørtir; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað. Men blóðið mást tú ikki eta hetta mást tú aldri gloyma! Tí blóðið er sálin, og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum. Tú mást ikki eta tað; tú skalt lata tað renna út á jørðina sum vatn. Halt teg frá at eta tað so tær kann gangast væl, og børnum tínum eftir teg, við tað at tú gert tað, sum rætt er í eygum HARRANS! Men hinar heiløgu gávur, ið tú vilt geva, og lyftisoffur tíni, tey skalt tú taka og hava við tær til staðið, ið HARRIN útvelur. Og tú skalt ofra brennioffur tíni bæði kjøtið og blóðið á altari HARRANS Guds tíns; blóðið av sláturofrum tínum skal hellast út á altar HARRANS Guds tíns, men kjøtið kanst tú eta. Ansa væl eftir at akta øll hesi boð, ið eg gevi tær, so tær kann gangast væl, og børnum tínum eftir teg, til ævigar tíðir við tað at tú gert tað, sum gott og rætt er í eygum HARRANS Guds tíns! Táið HARRIN Gud tín hevur oytt fólkini, ið tú nú fert at reka burt, og tú hevur rikið tey burt og búsett teg í landi teirra, varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: ?Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? Soleiðis skal eg gera við!? Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiðurs, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiðurs. Alt tað, ið Eg áleggi tykkum, skulu tit akta væl eftir at gera; tú skalt einki leggja aftrat og einki taka burturav.? KAPITUL Avgudadýrkan skal revsast við deyða. ?Táið profetur stígur fram ímillum tykkara, ella ein, ið hevur dreymar, og hann kunnger tær tekin ella undur og tekinið ella undrið, ið hann hevur tosað við teg um, hendir og hann samstundis sigur: ?Latið okkum halda okkum til aðrar gudar? slíkar, sum tú ikki kennir ?og latið okkum dýrka teir!? tá mást tú ikki lurta eftir tí, ið hesin profetur sigur, ella eftir honum, ið dreymin hevði; tí HARRIN Gud tykkara roynir tykkum fyri at fáa at vita, um tit elska HARRAN Gud tykkara av øllum hjarta tykkara og allari sál tykkara. HARRAN Gud tykkara skulu tit halda tykkum til, og Hann skulu tit óttast; boðum Hansara skulu tit akta eftir, og eftir rødd Hansara skulu tit lurta; Honum skulu tit tæna, og Hann skulu tit halda fast við! Men hin profeturin, ella hann, ið dreymin hevði, skal lata lív, aftur fyri at hann stuðlaði til fráfall frá HARRANUM Gudi tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi og loysti teg úr trælahúsinum, og aftur fyri at hann ætlaði at lokka teg burt av leiðini, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær boð um at ganga; soleiðis skalt tú beina fyri hinum illa millum tykkara. Um bróðir tín sonur móður tína ella sonur ella dóttir tín, ella konan í favni tínum, ella vinur tín, ið tú elskar sum tína egnu sál um onkur av teimum í loyndum lokkar teg og sigur: ?Lat okkum fara og dýrka aðrar gudar!? slíkar, sum tú og fedrar tínir ikki hava kent, gudar fólkanna, ið rundan um tykkum búgva, nær hjá tær ella langt frá tær, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum tá mást tú ikki eftirlíka tær og ikki lurta eftir honum; tú mást ikki spara, tær má ikki tykjast synd í honum, og tú mást ikki bera í bøtuflaka fyri hann nei, tú skalt drepa hann, tú skalt sjálvur vera tann fyrsti, ið lyftir hondini móti honum at taka hann av døgum, og síðani skal alt fólkið gera tað sama! Tú skalt steina hann til deyða, aftur fyri at hann royndi at lokka teg til fráfall frá HARRANUM Gudi tínum, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum; og tað skal spyrjast í øllum Ísrael, so at tey óttast, og slík illgerð verður ikki gjørd uppaftur millum tykkara! Frættir tú um onkun av býunum, ið HARRIN Gud tín gevur tær at búgva í, at gudleysir menn eru stignir fram millum tykkara og hava villleitt tey, sum teir búgva í býi saman við, og sagt: ?Latið okkum fara og dýrka aðrar gudar!? slíkar, sum tit ikki kenna tá skalt tú granska og rannsaka og kanna gjølla eftir; og er tað tá satt, er tað vist og vitnisfast, at nakað so viðurstyggiligt er gjørt hjá tykkum, so skalt tú høgga tey, sum í hesum býi búgva, niður við svørði; tú skalt bannlýsa hann og alt tað, sum í honum er; eisini fæið har skalt tú høgga niður við svørði. Allan fongin, ið tú tekur har, skalt tú savna saman mitt á torginum, og so skalt tú brenna bæði býin og allan fongin, ið tú hevur tikið, sum heiloffur til HARRAN Gud tín; síðani skal hann til ævigar tíðir liggja í eyrdunga og aldri verða upp aftur bygdur. Ikki eitt sindur av tí bannlýsta má verða hangandi uppi í hondum tínum so HARRIN kann steðga brennandi vreiði Síni og vera tær náðigur, vísa tær miskunn og lata teg nørast soleiðis sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum at gera, táið tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar eftir øllum boðum Hansara, sum eg í dag gevi tykkum, og gert tað, ið beint er í eygum HARRANS Guds tíns.? KAPITUL Forboð fyri at taka eftir heidnum siðum, Rein og órein dýr, Tíggjund, ?Tit eru børn HARRANS Guds tykkara tit mugu ikki skera merki á tykkum og ikki raka tykkum skallut yvir pannuni fyri ein deyðan. Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum, og teg hevur HARRIN útvalt úr øllum fólkunum, ið á jørðini eru, til at vera ognarfólk Sítt. Tú mást einki eta, sum er andstygd. Hetta eru tey fýrføttu dýr, ið tit kunnu eta: Neyt, seyð, geitir, hjørtir, skógargeitir, dádýr, steingeitir, fjallageitir, antilopur og gemsur. Øll fýrføtt dýr, ið kleyvar hava, klovnar heilt niðan, og sum jótra, kunnu tit eta. Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið kleyvar hava, klovnar heilt niðan: Kamelin, haruna og fjallagrevlingin, tí víst jótra tey, men tey hava ikki kleyvar tey skulu vera tykkum órein og svínið, tí víst hevur tað kleyvar, men tað jótrar ikki tað skal vera tykkum óreint. Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey. Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt tað, ið hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta. Men einki, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, mugu tit eta tað skal vera tykkum óreint. Allar reinar fuglar kunnu tit eta. Men hesar fuglar mugu tit ikki eta: Ørnina, gripin, sjóørnina, glentuna, øll falkasløg, øll ravnasløg, strutsin, geykin, másan, øll heykasløg, ugluna, náttugluna, tinsemetfuglin, pelikanin, rægripin, súluna, storkin, øll hegrasløg, herfuglin og flogmúsina. Øll skriðdýr, ið veingir hava, skulu vera tykkum órein; tey mugu tit ikki eta. Men alt reint, ið flýgur, kunnu tit eta. Tit mugu einki sjálvdeytt dýr eta. Hinum fremmanda, ið hjá tær býr, honum kanst tú geva tað, hann kann eta tað ella tú kanst selja útlendingi tað. Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess. Tú skalt geva tíggjund av allari grøði tíni, av øllum tí, sum á markini veksur, ár eftir ár. Og fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum, ið Hann útvelur til at lata navn Sítt búgva har, skalt tú eta tíggjundina av korni tínum, víni tínum og olju tíni og tað frumborna undan neytum og smáfæi tínum so tú kanst læra at óttast HARRAN Gud tín allar dagar. Men er vegurin tær ov langur, so tú fært ikki komið hagar við tí, av tí at staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, er so langt burtur frá tær og HARRIN Gud tín hevur ríkliga signað teg - so skalt tú selja tað og knýta peningin saman og hava hann við tær til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur. Fyri henda pening skalt tú so keypa alt tað, ið teg lystir: Neyt, smáfæ, vín og sterkan drykk og alt tað, ið hjarta títt lystir; og tú skalt njóta tað har fyri ásjón HARRANS Guds tíns og vera glaður, tú og hús títt. Levitin, ið hjá tær býr, mást tú ikki gloyma; tí hann hevur hvørki lut ella arv saman við tær. Triðjahvørt ár skalt tú taka alla tíggjundina av allari grøði tíni tað árið og savna hana saman í býum tínum, so at Leviturin sum jú hvørki hevur lut ella arv saman við tær kann koma, hann og hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, sum hjá tær búgva, og eta seg mett. Tá skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði, sum tú fert undir.? KAPITUL Eftirgevingarárið, Trælir, Hitt frumborna, ?Sjeyndahvørt ár skalt tú lata vera eftirgevingarár. Eftirgevingarárið skal haldast so: Ein og hvør, ið eigur nakað hjá næsta sínum, sum hann hevur lænt honum, skal geva honum tað eftir; hann skal ikki krevja næsta og bróður sín, táið eftirgevingarár er lýst fyri HARRANUM. Útlendingin kanst tú krevja; men tað, ið tú eigur hjá bróður tínum, skalt tú geva eftir. Men eingin fátækur verður hjá tær; tí HARRIN Gud tín skal ríkliga signa teg í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv og ogn um tú bert hoyrir rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll hesi boð, sum eg í dag áleggi tær. Tí HARRIN Gud tín skal signa teg, sum Hann hevur lovað tær; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá, og tú skalt ráða yvir mongum tjóðum, men tær skulu ikki ráða yvir tær. Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum; nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar. Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: ?Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið,? og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg. Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera. Tí fátæk koma altíð at vera í landinum; tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt lata upp hondina fyri bróður tínum, fyri hinum treingjandi og fátæka, ið tú hevur í landi tínum. Táið onkur av fólki tínum hebraiskur maður ella hebraisk kvinna verður seldur tær, skal hann tæna hjá tær í seks ár, men sjeynda árið skalt tú geva hann frían, so hann kann fara, hvar hann vil. Táið tú gevur hann frían, skalt tú ikki lata hann fara tómhentan frá tær; nei, tú skalt lata hann fáa ríkligt við sær av smáfæi tínum, av treskiplássi tínum og úr vínpersu tíni; av tí, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við, skalt tú geva honum. Tú skalt minnast, at tú hevur sjálvur verið trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út; tí gevi eg tær hetta boð. Men sigur hann við teg: ?Eg havi ikki hug at fara frá tær? tí hann hevur tað gott hjá tær og er góður við teg og tíni so skalt tú taka sýl og stinga hann gjøgnum oyra hansara inn í dyrnar; so skal hann vera trælur tín við alla. Á sama hátt skalt tú gera við trælkvinnu tína. Lat ikki falla tær tungt at geva hann frían og lata hann fara frá tær! Tí í seks ár hevur hann tænt hjá tær, og daglønt fólk høvdu kostað tær dupult so mikið og HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, sum tú gert. Alt frumborið av hannslagi, sum kýr tínar kálva, og smáfæ títt lembir, skalt tú halga HARRANUM Gudi tínum; tú skalt ikki nýta hitt frumborna undan kúm tínum at arbeiða við, og tú mást ikki klippa ullina av hinum frumborna undan smáfæi tínum. Fyri ásjón HARRANS Guds tíns skulu tú og hús títt á hvørjum ári eta tað á staðnum, sum HARRIN útvelur. Men er nakað lýti á tí er tað lamið ella blint, ella hevur tað nakað annað ringt lýti so skalt tú ikki ofra tað til HARRAN Gud tín. Heima í býum tínum kanst tú eta tað; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað, sum tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir. Men blóðið mást tú ikki eta; tú skalt lata tað renna út á jørðina sum vatn.? KAPITUL Høgtíðirnar, Rætturin, Forboð fyri at hava Asjerur og minnissteinar, ?Minst til abib mánað og halt páskir fyri HARRANUM Gudi tínum! Tí í abib mánaði førdi HARRIN Gud tín teg út av Egyptalandi á náttartíð. Tú skalt drepa páskaoffur til HARRAN Gud tín, smáfæ og neyt, á tí staði, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har. Tú mást ikki eta súrgað breyð aftur við tí; í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð aftur við tí neyðarbreyð tí í skundi fórt tú út av Egyptalandi. Soleiðis skalt tú alla tíð tína minnast tann dag, ið tú fórt út av Egyptalandi. Í sjey dagar má ikki súrdeiggj finnast hjá tær í øllum landi tínum, og av tí, ið tú drepur um kvøldið fyrsta dag, má einki kjøt liggja náttina at enda til morgunin eftir. Tú mást ikki drepa páskaofrið í nøkrum av býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær; nei, á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, skalt tú drepa páskaofrið, um kvøldið, um sólsetur um somu tíð sum táið tú fórt út av Egyptalandi. Tú skalt gera tað til og eta tað á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur; síðani kanst tú um morgunin fara heimaftur og fara til bústaðir tínar. Í seks dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, men sjeynda dagin skal vera hátíðarsamkoma fyri HARRANUM Gudi tínum; tá mást tú einki arbeiði gera. So skalt tú telja sjey vikur; frá tí degi ið tú setur akurknívin á kornið, skalt tú telja sjey vikur. Tá skalt tú halda vikuhøgtíðina fyri HARRANUM Gudi tínum og bera fram, so mikið sum tú sjálvkravdur vilt lata, alt eftir sum HARRIN Gud tín signar teg. Tú skalt vera glaður fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, bæði tú og sonur og dóttir tín, tænari tín og arbeiðskona tín, Leviturin, ið hjá tær býr, hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, ið tú hevur hjá tær. Tú skalt minnast, at tú vart trælur í Egyptalandi, og akta eftir hesum fyriskipanum og halda tær. Leyvsalahøgtíðina skalt tú halda í sjey dagar táið tú hevur savnað inn tað, ið kemur av treskiplássi tínum og úr vínpersu tíni. Tú skalt vera glaður á høgtíð tíni, bæði tú og sonur og dóttir tín, tænari tín og arbeiðskona tín og Leviturin, hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, sum búgva í býum tínum. Í sjey dagar skalt tú halda høgtíð fyri HARRANUM Gudi tínum, á staðnum, ið HARRIN útvelur; tí HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, sum jørð tín gevur av sær, og í øllum, sum tú fert undir at gera, so at tú skalt vera fullur av gleði. Tríggjar ferðir um árið skulu allir av mannkyni hjá tær stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum ið Hann útvelur á høgtíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhøgtíðini og á leyvsalahøgtíðini og eingin má tómhentur stíga fram fyri ásjón HARRANS; nei, ein og hvør skal koma við tí, ið hann hevur ráð at lata eftir teirri signing, ið HARRIN Gud tín veitir tær. Dómarar og umsjónarmenn skalt tú seta tær í øllum býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, runt um í ættum tínum, og teir skulu døma fólkið eftir lóg og rætti. Tú mást ikki boyggja rættin, ikki gera mannamun og ikki taka mutur; tí mutur blindar eygu vísmanna og vendir søkini við hjá rættvísum. Rættvísi, rættvísi skalt tú stevna eftir; so skalt tú liva og eiga landið, ið HARRIN Gud tín gevur tær. Tú mást onga Asjeru seta tær, einki træ av nøkrum slagi, hjá altarinum, ið tú reisir HARRANUM Gudi tínum. Heldur ikki mást tú reisa tær nakran minnisstein; tí slíkt hatar HARRIN Gud tín.? KAPITUL Forboð fyri at ofra kríatúr við lýti, Straff fyri avgudadýrkan, Hægsti dómstólurin, Lóg fyri kongin, ?Tú mást ikki ofra HARRANUM Gudi tínum nakað kríatúr av neytum ella smáfæi, sum hevur lýti ella mein; tí slíkt er HARRANUM Gudi tínum andstygd. Táið onkustaðni hjá tær, í einum av býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, er maður ella kvinna, sum ger tað, ið ónt er í eygum HARRANS Guds tíns, so hann brýtur sáttmála Hansara og móti boði Mínum fer og dýrkar aðrar gudar og tilbiður teir ella sólina, mánan ella allan her himmalsins, og hetta verður sagt tær, so tú fært at frætta tað, tá skalt tú granska tað gjølla, og er tað tá satt, er tað vist og vitnisfast, at nakað so viðurstyggiligt er gjørt í Ísrael, so skalt tú leiða mannin ella kvinnuna, ið hesa illgerð hevur gjørt, út at býportrinum, og tað veri nú maður ella kvinna tú skalt steina tey til deyða. Eftir tí, ið tvey ella trý vitni siga frá, skal hann lata lív, sum deyðasøk er ímóti; hann skal ikki lata lív bert eftir tí, ið eitt vitni sigur. Fyrst skulu vitnini lyfta hondini til at taka hann av døgum, og síðani alt fólkið; soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda frá tær. Táið okkurt mál er tær ov svárt at døma í tað veri nú drápsmál, træta um ognarrætt, mál um kropsmein ella okkurt annað, sum søk kann koma um í býum tínum tá skalt tú gera teg til og fara til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur; og tú skalt venda tær til hinar levitisku prestar og til hansara, sum tá er dómari, og spyrja teir til ráðs; so skulu teir siga tær, hvussu dømast skal í málinum. Tú skalt halda teg eftir avgerðini, ið teir kunngera tær av staðnum, ið HARRIN útvelur; í einum og øllum skalt tú síggja til at gera, sum teir læra teg. Eftir leiðbeiningini, ið teir geva tær, og eftir dóminum, ið teir kunngera tær, skalt tú gera; tú mást ikki víkja frá tí, sum teir siga tær, hvørki til høgru ella til vinstru. Tann maður, sum vágar sær ikki at lurta eftir prestinum, ið stendur har og ger tænastu fyri HARRANUM Gudi tínum, ella eftir dómaranum, tann maður skal doyggja; soleiðis skalt tú beina burt hitt illa úr Ísrael. Og tað skal spyrjast millum alt fólkið, so ótti fellur á tey, og tey vága sær ikki slíkt uppaftur. Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, og hevur tikið tað í ogn og búsett teg har um tú tá sigur: ?Eg fari at seta kong yvir meg, eins og øll fólkini rundan um meg hava!? so skalt tú seta hann til kong yvir teg, sum HARRIN Gud tín útvelur; ein av brøðrum tínum skalt tú seta til kong yvir teg; tú mást ikki seta fremmandan mann yvir teg, ein, ið ikki er bróðir tín. Men hann má ikki hava nógvar hestar og ikki senda fólkið aftur til Egyptalands at fáa sær nógvar hestar; HARRIN hevur jú sagt við tykkum: ?Tit mugu ikki fara ta leiðina uppaftur!? Ei heldur má hann hava nógvar konur, tí so verður hjarta hansara leitt til fráfall; og hann má heldur ikki savna sær nógv silvur og gull. Táið hann so situr í hásæti kongadømis síns, skal hann hjá levitaprestunum fáa sær avskrift av hesi lóg; hana skal hann hava hjá sær og lesa í henni, allar dagar ið hann livir, so hann kann læra at óttast HARRAN Gud sín og akta eftir hvørjum orði í hesi lóg og eftir hesum fyriskipanum og halda tær. Hetta skal hann gera, fyri at hjarta hansara skal ikki hugmóða sær yvir brøðrum hansara og ikki víkja frá boðnum, hvørki til høgru ella til vinstru. Tá skulu bæði hann og synir hansara liva leingi sum kongar í Ísrael.? KAPITUL Inntøka prestanna, Ísrael skal einki hava at gera við heiðin spámannabrøgd, men lurta eftir hinum sanna profeti, ?Hinir levitisku prestar øll ætt Levi skulu hvørki hava part ella arvalut saman við Ísrael; av eldofrum HARRANS og av tí, ið Honum lutast, skulu teir liva. Arvalut skulu teir ongan hava millum brøður sínar; HARRIN er arvalutur teirra soleiðis sum Hann hevur sagt við teir. Hetta skal vera tað, ið prestarnir hava rætt at krevja fólkið eftir krevja teir eftir, sum ofra sláturoffur, tað veri av neytunum ella smáfænum: Teir skulu geva prestinum annan bógvin, báðar kjálkarnar og vinstrina. Frumgróðurin av korni tínum, víni tínum og olju tíni og ta fyrstu ullina av seyði tínum skalt tú geva honum. Tí hann hevur HARRIN Gud tín útvalt av øllum ættum tínum at standa og gera prestatænastu í navni HARRANS allar dagar hann og synir hansara. Táið Levitur kemur úr einum av býum tínum onkustaðni í Ísrael hvar hann nú hevur havt tilhald kemur til staðið, ið HARRIN útvelur og hann hevur frítt at koma, um hann vil og hann so ger prestatænastu í navni HARRANS Guds síns, eins og allir brøður hansara, hinir Levitarnir, sum standa fyri ásjón HARRANS har, so skulu teir allir fáa sama part av gávunum tað, ið hann kann hava fingið við at selja fedraarv sín, skal ikki roknast uppí. Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava. Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst, eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum. Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær. Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum. Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt. HARRIN Gud tín skal lata Profet sum meg stíga upp ímillum tykkara, ein av brøðrum tínum; Hann skulu tit hoyra. Tað skal verða júst so, sum tú við Horeb baðst HARRAN Gud tín um, tann dagin tit vóru savnað har, og tú segði: ?Lat meg ikki hoyra rødd HARRANS Guds míns longur, og lat meg sleppa frá at síggja henda stóra eld longur, tí annars doyggi eg!? Tá segði HARRIN við meg: ?Tey hava rætt í tí, sum tey hava sagt! Eg skal lata teimum profet sum teg stíga upp, ein av brøðrum teirra, og leggja Honum orð Míni í munnin; og Hann skal tala til teirra alt tað, ið Eg gevi Honum boð um. Og ein og hvør, ið ikki hoyrir orð Míni, sum Hann skal tala í navni Mínum, skal koma at svara Mær fyri tað! Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!? Sigur tú nú við tær sjálvum: ?Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?? so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!? KAPITUL Lóg um griðstaðir, Um markaskjal, Um vitni, ?Táið HARRIN Gud tín hevur týnt øll fólkini í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, og tú hevur rikið tey burt og hevur búsett teg í býum og húsum teirra, skalt tú skilja frá tríggjar býir í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga. Tú skalt seta vegirnar til teirra í góðan stand; og tú skalt skifta alt landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, í tríggjar partar, so at ein og hvør manndrápari kann flýggja hagar. Undir hesum korum skal manndrápari kunna flýggja hagar og bjarga lívinum: Táið onkur av misgáum drepur næsta sín og uttan at hava hatað hann frammanundan sum táið ein fer við næsta sínum út í skógin at høgga við, og hann reiggjar øksina til at fella eitt træ, men øksin loypur av skaftinum og rakar næsta hansara, so hann doyr tá kann hann flýggja til ein av hesum býum og bjarga lívinum. Tí blóðhevnarin kundi annars í brennandi vreiði síni elt manndráparan og um vegurin var ov langur fingið hann aftur og dripið hann, tóat hann var ikki sekur at doyggja, við tað at hann hevði ikki borið hatur til hansara frammanundan. Tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt skilja tríggjar býir frá. Og táið HARRIN Gud tín veksur um land títt soleiðis sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum og Hann gevur tær alt landið, ið Hann segði, at Hann skuldi geva fedrum tínum við tað at tú aktar væl eftir at halda øll hesi boð, sum eg í dag gevi tær, so tú elskar HARRAN Gud tín og allar dagar gongur leiðir Hansara tá skalt tú leggja uppaftur tríggjar býir aftrat hinum trimum, so sakleyst blóð skal ikki renna í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv, og blóðskyld soleiðis koma at hvíla á tær. Men táið maður hatar næsta sín og lúrir eftir honum, leggur á hann og slær hann, so hann doyr, og hann so flýggjar til ein av hesum býum, tá skulu teir elstu í býi hansara senda boð og taka hann haðani og geva hann í hendur blóðhevnarans, og hann skal lata lív. Tú mást ikki spara hann, nei, tú skalt reinsa Ísrael fyri sakleyst blóð so tær kann gangast væl. Tú mást ikki flyta markaskjal næsta tíns, tað, sum teir gomlu hava sett á jørðini, ið tú skalt fáa í arvalut í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í ogn. Ikki má bert eitt vitni stíga fram móti manni, táið tað viðvíkur nakrari misgerð ella synd tað veri nú hvør synd, ið tað vera vil, ið hann hevur gjørt; eftir tí, sum tvey ella trý vitni siga, skal mál gerast av. Táið órættvíst vitni stígur fram móti onkrum og vitnar móti honum um misbrot, skulu báðir teir, ið hava mál hvør við annan, stíga fram fyri ásjón HARRANS, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru; og dómararnir skulu granska málið gjølla; er tá vitnið lygivitni, hevur hann vitnað rangt móti bróður sínum, so skulu tit gera við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín. Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda frá tær so hini kunnu fáa tað at hoyra og óttast, so tey gera ikki slíka illgerð uppaftur millum tykkara. Tú mást ongan spara: Lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót!? KAPITUL Lóg um kríggj. ?Táið tú fert í bardaga móti fígginda tínum, og tú sært hestar og vagnar og meiri herfólk, enn tú hevur sjálvur, mást tú ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tín er við tær, Hann, sum leiddi teg út av Egyptalandi. Táið tit so skulu herja á í bardaga, skal presturin stíga fram og tala til fólkið. Hann skal siga við teir: ?Hoyr, Ísrael! Tit halda í dag út í bardaga móti fíggindum tykkara; latið ikki mótið falla, óttist ikki, verið ikki bangnir, ræðist teir ikki! Tí HARRIN Gud tykkara kemur sjálvur við tykkum at berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og bjarga tykkum.? Og umsjónarmenninir skulu tala til fólkið og siga: ?Er her onkur maður, ið hevur bygt sær nýtt hús, men ikki vígt tað, so kann hann fara heimaftur til hús sítt, so ikki um hann fellur í bardaganum ein annar kemur at víga tað. Er her onkur maður, ið hevur plantað víngarð, men ikki tikið hann í brúk, so kann hann fara heimaftur til hús, so ikki um hann fellur í bardaganum ein annar kemur at taka hann í brúk. Og er her onkur maður, ið hevur trúlovað seg við kvinnu, men ikki tikið hana til konu, so kann hann fara heimaftur til hús, so ikki um hann fellur í bardaganum ein annar kemur at eiga hana.? Umsjónarmenninir skulu framvegis tala til fólkið og siga: ?Er her onkur maður, sum er ræddur og mótfallin, so kann hann fara heimaftur til hús, so ikki brøður hansara skulu missa mótið, eins og hann.? Táið so umsjónarmenninir eru lidnir at tala til fólkið, skulu teir seta herhøvdingar yvir tað. Táið tú kemur til ein bý og ætlar at herja á hann, tá skalt tú fyrst bjóða honum frið. Tekur hann tá við friðartilboðnum, og letur tær upp portur síni, so skal alt fólkið í býnum hava skyldu at arbeiða hjá tær og tæna tær. Men vil hann ikki gera frið við teg, men berjast við teg, so skalt tú kringseta hann; og HARRIN Gud tín skal geva hann í hendur tínar; tú skalt høgga alt mannkyn har niður við svørði; men kvinnurnar, børnini, fæið og alt, sum í býnum er alt tað, ið har er at ræna kanst tú taka tær sum herfong, og tú kanst gera tær til góða við tí, ið rænt verður frá fíggindum tínum, tí, sum HARRIN Gud tín gevur tær. So skalt tú gera við allar býir, ið liggja langt burtur frá tær og ikki hoyra til býirnar hjá hesum fólkasløgum her; men í býunum, sum hoyra hesum fólkum til, sum HARRIN Gud tín gevur tær í ogn, her mást tú ikki lata eina sál sleppa at liva; nei, tú skalt sláa tey við banni, bæði Hetitar, Amoritar, Kána'anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær. Annars kunnu tey læra tykkum at taka eftir øllum tí viðurstyggiliga, ið tey sjálv gera gudum sínum til heiðurs, so tit synda móti HARRANUM Gudi tykkara. Táið tú í langa tíð mást halda ein bý kringsettan til at vinna á honum og taka hann, mást tú ikki forkoma trøunum har rundanum við at høgga í tey við øks; tú kanst eta av teimum, men tú mást ikki høgga tey niður trøini á markini eru tá ikki menniskju, so tú skuldi barst við tey eisini! Bert tey trø, ið tú veitst, ikki bera etandi ávøkst, tey kanst tú oyða og høgga niður og nýta tey at reisa hervirki av móti býnum, sum er í ófriði við teg, inntil hann fellur.? KAPITUL Lóg um manndráp, Um hertiknar kvinnur, Um arvarætt frumborna, Um ólýdnar synir, Um hongdar brotsmenn, ?Verður onkur funnin dripin úti á markini í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga, og eingin veit, hvør ið dripið hevur, so skulu hinir elstu hjá tær og dómarar tínir fara út og mála, hvussu langt ið er frá hinum dripna til býirnar, ið liggja har rundanum. Og hinir elstu í tí býnum, sum næstur er hinum dripna, skulu taka kvígu, ið ikki hevur verið nýtt at arbeiða við og ikki hevur borið ok; við hesi kvígu skulu hinir elstu í býnum fara oman at eini á, sum aldri tornar upp, í dali, sum hvørki verður dýrkaður ella sáaður, og har við ánna skulu teir bróta háls kvígunnar. So skulu prestarnir, synir Levi, stíga fram; tí teir hevur HARRIN Gud tín útvalt at tæna Sær og at signa í navni HARRANS, og eftir orði teirra skal ein og hvør træta og eitt og hvørt mál viðvíkjandi kropsmeini gerast av. Og allir hinir elstu í tí býnum, sum næstur er hinum dripna, skulu vaska sær um hendurnar yvir kvíguni, sum teir hava hálsbrotið við ánna. So skulu teir taka til orða og siga: ?Hendur okkara hava ikki úthelt hetta blóð, og eygu okkara hava ikki sæð, hvør ið gjørdi tað. Tak skyldina burt frá fólki Tínum, Ísrael, sum Tú hevur loyst út, HARRI, og lat ikki fólk Títt, Ísrael, koma at bøta fyri sakleyst blóð!? So verður henda blóðskyld fyrigivin teimum. Soleiðis fært tú sakleyst blóð burtur frá tær, og tær skal gangast væl táið tú gert tað, sum beint er í eygum HARRANS. Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum, og HARRIN Gud tín gevur teir í hendur tínar, og tú hertekur nøkur av teimum fært tú tá millum fangarnar eyga á kvinnu, ið er vøkur at síggja, og tú verður góður við hana og hevur hug at taka hana til konu, so skalt tú leiða hana inn í hús títt; og hon skal klippa hárið av sær, skera neglir sínar og fara úr klæðunum, sum hon gekk í, táið hon varð hertikin; síðani skal hon verða í húsi tínum og syrgja faðir sín og móður sína ein heilan mánað; tá kanst tú fara inn til hennara og taka hana til ekta, so hon verður kona tín. Men verður tú eftirsíðani ikki góður við hana longur, so skalt tú geva hana fría; tú mást ikki selja hana fyri pening; tú mást ikki fara við henni sum við trælkvinnu, við tað at tú hevur livað saman við henni. Táið maður hevur tvær konur, eina, sum hann er góður við, og eina, sum hann forfjónar, og hann hevur fingið synir við báðum, bæði við henni, sum hann er góður við, og við henni, sum hann forfjónar, og hin frumborni er sonur ta forfjónaðu, so skal hann, táið hann skiftir millum synir sínar tað, ið hann eigur, ikki hava loyvi at lata son hennara, sum hann er góður við, fáa frumburðarrættin fram um son hennara, sum hann forfjónar, hann, sum er hin frumborni. Nei, hann skal kennast við hin frumborna, son hennara, sum hann forfjónar, og geva honum dupultan part av øllum, ið hann eigur; tí hann er frumgróður styrki hansara, honum hoyrir frumburðarrætturin til. Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin, skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har; og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: ?Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!? So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast. Hevur ein gjørt slíkt misbrot, sum verður straffað við deyðanum, og hann verður tikin av døgum og hongdur á træ, so má hin deyði kroppurin ikki verða hangandi á trænum náttina at enda; nei, tú skalt jarða hann sama dag; tí bannaður av Gudi er tann, ið hongdur verður, og tú mást ikki gera land títt óreint, tað, ið HARRIN Gud tín gevur tær at eiga.? KAPITUL Áminning um at veita hjálp, Mannfólka- og konufólkaklæði, Fuglareiður og -ungar, Bróstvernd á takinum, Forboð fyri at blanda saman tað, ið ikki er av sama slagi, Duskar á kappanum, Siðloysi, ?Sært tú burturvilst neyt ella burturvilstan seyð, sum bróðir tín eigur, mást tú ikki látast sum einki; tú skalt fáa bróður tínum tey aftur. Býr bróðir tín tær ikki nær, ella veitst tú ikki, hvør ið kríatúrið eigur, skalt tú taka tað inn til tín, og tað skal vera hjá tær, inntil bróðir tín kemur at sóknast eftir tí; tá skalt tú lata hann fáa tað aftur. Á sama hátt skalt tú bera teg at við esil hansara, klæði hansara og alt, ið bróðir tín missir burtur, og sum tú finnur tú hevur ikki loyvi at látast sum einki. Sært tú esil ella neyt bróður tíns liggja dottið á vegnum, mást tú ikki látast sum einki; tú skalt hjálpa honum at reisa tey aftur. Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd. Táið tú á leið tíni kemur fram á fuglareiður í træi ella á jørðini við ungum ella eggum í, og mamman liggur á ungunum ella eggunum, mást tú ikki taka bæði mammuna og ungarnar; mammuni skalt tú sleppa, men ungarnar kanst tú taka; tá skal gangast tær væl, og tú skalt liva leingi. Táið tú byggir tær nýtt hús, skalt tú gera bróstvernd rundanum á takinum, so tú dregur ikki blóðskyld oman yvir hús títt, av tí at onkur dettur niður haðani. Tú mást ikki fyri at fáa tvey sløg av grøði av víngarði tínum sáa nakað í hann; annars fellur alt undir halgidómin, bæði tað, ið tú sáaði, og ávøkstur víngarðsins. Tú mást ikki pløga við neyti og esli fyri sama plógvi. Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni. Tú skalt gera tær duskar á øll fýra horn kappa tíns, sum tú sveipar um teg. Táið maður tekur sær konu, men fær okkurt ímóti henni, eftir at tey hava verið saman, sigur okkurt skammiligt um hana, spillir hana út og sigur: ?Hesa kvinnu tók eg til konu, men táið eg kom henni nær, fann eg ikki moydómsmerki hjá henni!? so skulu faðir og móðir hesa ungu kvinnu taka moydómsmerki hennara og koma við tí út í portrið, til hinar elstu í býnum. Faðir gentuna skal siga við hinar elstu: ?Eg gav hesum manni dóttur mína til konu; men nú hevur hann fingið okkurt ímóti henni; hann leggur hana undir tað, ið skammiligt er, og sigur: ?Eg havi ikki hjá dóttur tíni funnið moydómsmerki!? Men her er moydómsmerki hennara!? Og so skulu tey breiða út klæðið fyri hinum elstu í býnum. Tá skulu teir elstu í býnum taka mannin og revsa hann; og teir skulu áleggja honum í bót seklar av silvuri og lata faðir hina ungu kvinnuna fáa teir aftur fyri at hann spilti út eina moyggj í Ísrael; og hon skal vera kona hansara, hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir. Men var tað satt var gentan ikki moyggj so skal hon verða leidd at húsdurum faðirs síns, og menninir í býi hennara skulu steina hana til deyða, aftur fyri at hon hevur gjørt skemdargerð í Ísrael og drivið hor heima hjá faðir sínum. Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær. Táið maður verður tikin í at liggja hjá giftari konu, so skulu tey bæði lata lív, bæði maðurin, ið lá hjá kvinnuni, og kvinnan sjálv. Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda úr Ísrael. Táið genta, sum er moyggj, er trúlovað við manni, og annar maður hittir hana inni í býnum og liggur hjá henni, skulu tit leiða tey bæði út at býportrinum og steina tey til deyða, gentuna, aftur fyri at hon rópti ikki um hjálp tey vóru jú inni í býnum og mannin, aftur fyri at hann neyðtók brúður næsta síns. Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær. Men hittir maðurin ta trúlovaðu gentuna úti á markini og neyðtekur hana og liggur hjá henni, so skal bert maðurin doyggja, sum lá hjá henni; gentuni skalt tú einki gera, hon hevur onga synd gjørt, sum hevur uppiborið deyðan; tí við hesum er tað, sum táið ein leggur á næsta sín og drepur hann; hann hitti ta trúlovaðu gentuna úti á markini, hon rópti, men har var eingin at hjálpa henni. Táið maður hittir gentu, sum er moyggj og ikki trúlovað, og neyðtekur hana og liggur hjá henni, og so onkur kemur fram á tey, skal maðurin, ið lá hjá henni, lata faðir gentuna fáa seklar av silvuri, og hann skal taka hana til konu, afturfyri at hann neyðtók hana; hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir. Eingin má giftast við konu faðirs síns ella lyfta teppi faðirs síns.? KAPITUL Hvør ið ikki skuldi sleppa upp í samkomu Ísraels, Reinføri í herinum, Trælir, ið rýma burtur, Skøkjur og skøkjuløn, Rentur, Lyfti, Um at henta vínber og slíta øks á ogn annars mans, ?Eingin, ið geldur er tað veri nú við kroysting ella við skurði má vera í samkomu HARRANS. Eingin, sum er føddur í hori, má vera í samkomu HARRANS nei, ikki í tíggjunda liði mugu eftirkomarar hansara vera í samkomu HARRANS! Eingin Ammonitur og eingin Móabitur má vera í samkomu HARRANS nei, ikki í tíggjunda liði aldri mugu eftirkomarar teirra vera í samkomu HARRANS aftur fyri at teir komu ikki ímóti tykkum við breyði og vatni, táið tit vóru á leiðini úr Egyptalandi, og aftur fyri at hann* leigaði Bileam, son Beor, úr Petor í Áram-Naharajim ímóti tær at banna tær. Men HARRIN Gud tín vildi ikki lurta eftir Bileam, og HARRIN Gud tín vendi banninum til signing yvir teg, tí HARRIN Gud tín elskaði teg. Aldri tað tú livir, mást tú leggja tær vælferð og lukku teirra á hjarta. Harafturímóti mást tú ikki hava andstygd fyri Edomitum; tí teir eru brøður tínir. Heldur ikki fyri Egyptum mást tú hava andstygd; tí tú hevur livað sum fremmandur í landi teirra. Eftirkomarar teirra í triðja liði kunnu vera í samkomu HARRANS. Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum og reisir tjøld tíni, mást tú varða teg fyri øllum, ið ósømiligt er. Er onkur hjá tær, sum er óreinur eftir okkurt, ið hent hann hevur um náttina, so skal hann fara út um tilhaldið; hann má ikki koma inn í tilhaldið. Táið líður at kvøldi, skal hann tváa sær í vatni, og táið sólin er undirgingin, kann hann koma innaftur í tilhaldið. Uttan fyri tilhaldið skalt tú hava stað fyri seg sjálvt, hagar tú kanst fara tíni egnu ørindi. Millum amboð tíni skalt tú hava spaka; við honum skalt tú grava hol, táið tú setur teg harúti, og síðani aftur koyra út yvir tað, ið av tær er farið. Tí HARRIN Gud tín ferðast við mitt í tilhaldi tínum at hjálpa tær og geva fíggindar tínar í hendur tínar; tí má tilhald títt vera heilagt, so Hann sær ikki hjá tær okkurt, sum býður Honum ímóti og ger, at Hann vendir Sær frá tær. Tú mást ikki geva træl upp í hendur harra hansara, táið hann er flýddur frá harra sínum og hevur leitað sær skjól hjá tær. Hann skal sleppa at vera hjá tær í landi tínum, á tí staði, hann sjálvur velur sær í einum av býum tínum, har sum honum best líkar; og tú mást ikki kúga hann. Eingin av døtrum Ísraels má vera skøkja,* og eingin av sonum Ísraels má vera mansskøkja.* Tú mást ikki koma við skøkjuløn ella hundapeningi inn í hús HARRANS Guds tíns, til at uppfylla nakað lyfti; tí bæði hesi eru HARRANUM Gudi tínum andstygd. Tú mást ikki taka rentu frá bróður tínum, hvørki av peningi, matvørum ella nøkrum øðrum, ið renta verður tikin av. Frá útlendinginum kanst tú taka rentu, men ikki frá bróður tínum so satt sum HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, ið tú fert undir at gera í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn. Táið tú gert HARRANUM Gudi tínum lyfti, mást tú ikki drála at halda tað; tí HARRIN Gud tín skal krevja teg eftir tí, og tú kemur at draga skyld oman yvir teg. Men letur tú vera at gera lyfti, so dregur tú onga skyld oman yvir teg. Tað, ið varrar tínar hava talað, skalt tú halda og gera við tað at tú sjálvkravdur og við tínum egna munni hevur givið HARRANUM Gudi tínum lyfti títt. Táið tú kemur inn í víngarð næsta tíns, kanst tú eta, so mikið sum tú vilt, av vínberum, inntil tú ert mettur; men tú mást eingi lata í ílat títt. Táið tú kemur inn í akur næsta tíns, kanst tú henta øks við hondini; men akurknív mást tú ikki seta á korn næsta tíns.? KAPITUL Skilnaðarbrøv, Nýgiftur maður, Panting, Menniskjarán, Spitalska, Dagløntir arbeiðsmenn, Forboð fyri at revsa annan enn brotsmannin, Skylda móti hinum minni mentu, ?Táið maður tekur sær konu, men honum so, eftir at tey eru samankomin, ikki líkst á hana longur, av tí at hann hevur funnið okkurt hjá henni, sum býður honum ímóti, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum, so kann hon, eftir at hon er flutt frá honum, fara og giftast við øðrum manni. Líkst nú heldur ikki hesum manni á hana, so hann skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum, ella doyr hesin seinni maðurin, ið hevur tikið hana til konu, so má ikki fyrri maður hennara, hann, ið læt hana fara frá sær, taka hana aftur til konu, nú hon er vorðin órein; slíkt er andstygd fyri ásjón HARRANS, og tú mást ikki draga synd oman yvir landið, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær at eiga. Táið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara við í bardaga, og ei heldur skulu aðrar byrðar av nøkrum slagi leggjast á hann; hann skal vera fríur eitt ár, húsi sínum til gagn og konu síni, sum hann hevur tikið sær, til gleði. Kvørn má ikki takast í pant, heldur ikki hin ovari kvarnarsteinurin tað var jú at taka lívið sjálvt í pant. Verður maður tikin í at stjala ein av brøðrum sínum, Ísraelsmonnum, og gera hann til træl ella selja hann, so skal slíkur tjóvur lata lív. Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær. Varða teg fyri spitalskuni, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum tí, ið hinir levitisku prestarnir læra tykkum! So sum eg havi givið teimum boð um, skulu tit akta væl eftir at gera. Minst til tað, ið HARRIN Gud tín gjørdi við Mirjam, meðan tit vóru á leiðini úr Egyptalandi! Táið tú lænir næsta tínum okkurt, mást tú ikki fara inn hjá honum eftir pantinum, ið hann skal lata. Tú skalt verða standandi uttanfyri, og maðurin, sum lænir frá tær, skal koma út til tín við pantinum. Og er hann fátækur maður, mást tú ikki leggja teg til hvíldar við pantinum frá honum; um sólsetur skalt tú lata hann fáa pantin aftur, so hann kann leggjast til hvíldar í kappa sínum. Tá signar hann teg fyri tað, og HARRIN Gud tín skal rokna tær tað til rættvísi. Tú mást ikki gera dagløntum arbeiðsmanni órætt, sum neyðstaddur og fátækur er, hann veri nú ein av brøðrum tínum ella ein av teimum fremmandu, ið hjá tær búgva í landi tínum, í býum tínum. Dag eftir dag skalt tú lata hann fáa løn sína, og áðrenn sólin fer undir; tí hann er fátækur og stundar eftir løn síni; annars rópar hann til HARRAN undan tær, og tú dregur skyld oman yvir teg. Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; ein og hvør skal lata lív fyri sína egnu synd. Tú mást ikki boyggja rætt hins fremmanda og hins faðirleysa, og tú mást ikki taka klæðini hjá einkju í pant. Nei, minst til, at tú vart trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út haðani! Tí gevi eg tær boð um at gera so. Táið tú heystar inn kornið á akri tínum, og tú gloymir eitt bundi eftir á markini, mást tú ikki fara aftur eftir tí; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað; so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum, sum tú fert undir at gera. Táið tú slært oljuber tíni niður, mást tú ikki eftirsíðani henta burtur av greinunum; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað. Táið tú heystar vín títt, mást tú einki seinnaheyst hava; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað, ið eftir er. Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; tí gevi eg tær boð um at gera so.? KAPITUL Húðfleinging, Oksin, ið treskir, Gifta við bróðureinkju, Skammleys kona, Svikamál og svikavekt, Boð um at týna Amalekitar, ?Táið træta er millum menn, og teir koma fram fyri rættin, og dømt verður í søk teirra, skal rætturin verða dømdur honum til, sum rætt hevur, og órætturin honum, ið órætt hevur. Skal so hin seki verða straffaður við sløgum, skal dómarin lata hann leggja seg niður og meðan hann hyggur at lata hann fáa so mong sløg, sum svara til misbrot hansara. Fjøruti sløg kann hann lata hann fáa, men ikki út yvir tað, so bróðir tín ikki verður vanærdur í eygum tínum við at fáa nógv sløg aftrat enn. Tú mást ikki múlbinda oksan, táið hann treskir. Táið brøður búgva saman, og ein teirra doyr og ongan son eigur, má einkjan eftir hann, ið farin er, ikki giftast við fremmandum manni uttan fyri ættina; nei, bróðir mann hennara skal fara inn til hennara og taka hana til konu og soleiðis giftast við henni í bróður síns stað. Og fyrsti sonurin, ið hon eigur, skal verða kallaður sonur bróðurin, ið deyður er, so navn hansara doyr ikki út í Ísrael. Men hevur maðurin ikki hug at giftast við bróðurkonu síni, skal hon fara út í portrið til hinar elstu og siga: ?Svágur noktar at reisa bróður sínum upp navn í Ísrael hann vil ikki giftast við mær í bróður síns stað!? Hinir elstu í býi hansara skulu nú senda boð eftir honum og tala við hann; stendur hann tá við sítt og sigur: ?Eg havi ikki hug at giftast við henni,? so skal bróðurkona hansara fara yvir til hansara, meðan hinir elstu síggja, taka skógvin av fóti hansara, spýta í andlit hansara og taka til orða og siga: ?So verður gjørt við tann mann, ið ikki vil byggja upp hús bróður síns!? Og eftir tann dag skal í Ísrael ætt hansara verða rópt ?ætt skóleysa?. Táið tveir menn fara saman at berjast, og kona annan kemur uppí at hjálpa manni sínum móti honum, ið slær hann, og hon rættir út hondina og trívur um blygd hansara, tá skalt tú høgga hondina av henni tú mást ikki spara hana! Tú mást ikki í pungi tínum hava tvinnanda sløg av loddum at viga við, eitt størri og eitt minni slag. Tú mást ikki í húsi tínum hava tvinnanda sløg av efum, eina størri og eina minni. Lodd, ið standa fulla vekt, og efu, ið málir fult mál, skalt tú hava; so skalt tú liva leingi í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær. Tí hvør tann, ið slíkt ger hvør tann, ið ger órætt er HARRANUM Gudi tínum andstygd. Minst tað, ið Amalek gjørdi tær, táið tit vóru á leiðini úr Egyptalandi, hvussu hann, uttan at óttast Gud, herjaði á teg á leiðini, meðan tú vart móður og fyrilagstur, og høgdi niður øll tey, ið aftast vóru, øll tey troyttu, sum ikki orkaðu at fylgja við. Tú skalt tí, táið HARRIN Gud tín gevur tær frið fyri øllum fíggindum tínum allastaðni í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv og ogn tú skalt tá oyða av jørðini minnið um Amalek; gloym tað ikki!? KAPITUL Frumgróðurin, Bøn, táið ein læt tíggjundina, Sáttmálin millum Harran og Ísrael, ?Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv, og tú tekur tað í ogn og býrt har, skalt tú taka frumgróðurin av øllum ávøksti jarðarinnar, sum tú heystar av landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær, lata tað í kurv og fara við tí til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har. Har skalt tú fara til hansara, sum um ta tíðina er prestur, og siga við hann: ?Eg vitni í dag fyri HARRANUM Gudi tínum, at eg eri komin inn í landið, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum okkara at geva okkum.? So skal presturin taka kurvina úr hond tíni og seta hana niður framman fyri altar HARRANS Guds tíns. Tá skalt tú taka til orða og siga fyri ásjón HARRANS Guds tíns: ?Ættarfaðir mín var umflakkandi Árameari, sum fámentur fór suður til Egyptalands og búði har sum útlendingur, og har varð hann til stóra, sterka og fjølmenta tjóð. Men Egyptar fóru illa við okkum, plágaðu okkum og løgdu hart trælaarbeiði á okkum. Tá róptu vit til HARRAN Gud fedra okkara, og HARRIN hoyrdi rødd okkara og sá neyð, møði og trongd okkara. Og HARRIN leiddi okkum út av Egyptalandi við sterkari hond og útrættum armi og við stórum, øgiligum verkum, við teknum og undrum. Hann leiddi okkum higar og gav okkum hetta landið, eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi. Og her komi eg nú við frumgróðrinum av ávøksti landsins, ið Tú, HARRI, hevur givið mær!? So skalt tú seta kurvina niður fyri ásjón HARRANS Guds tíns og tilbiðja fyri ásjón HARRANS Guds tíns. Og tú skalt vera glaður um alt tað góða, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær og húsi tínum, bæði tú og Leviturin og hin fremmandi, sum í landi tínum býr. Táið tú tað triðja árið tíggjundarárið ert liðugur at lata alla tíggjundina av grøði tíni og hevur givið Levitinum, hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni, so tey fáa etið seg mett hjá tær, í býum tínum, tá skalt tú fyri ásjón HARRANS Guds tíns siga: ?Nú havi eg latið hitt heilaga av húsinum og givið Levitinum, hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni tað júst so sum Tú hevur givið mær boð um; eg havi einki av boðum Tínum brotið og einki gloymt. Einki av tí havi eg etið, meðan eg hevði sorg; ikki var eg óreinur, táið eg læt tað frá mær, og einki av tí havi eg nýtt til ein deyðan eg havi aktað rødd HARRANS Guds míns, eg havi í einum og øllum gjørt, soleiðis sum Tú gavst mær boð um. Hygg nú niður úr heilaga bústaði Tínum, Himli, og signa fólk Títt, Ísrael, og landið, ið Tú hevur givið okkum, soleiðis sum Tú við eiði hevur lovað fedrum okkara, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi!? Í dag áleggur HARRIN Gud tín tær at halda hesar lógir og hesi boð, og tú skalt leggja tær eina við at halda tey av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni. Tú hevur í dag latið HARRAN kunngera, at Hann skal vera Gud tín, og at tú skalt ganga leiðir Hansara og halda lógir, boð og fyriskipanir Hansara og akta rødd Hansara. Og HARRIN hevur í dag latið teg kunngera, at tú skalt vera ognarfólk Hansara, soleiðis sum Hann hevur sagt við teg, og at tú skalt halda øll boð Hansara, so at Hann kann gera teg til hitt hægsta av øllum fólkum, ið Hann hevur skapt, gera teg heiðraðan og navngitnan og til prýði, og tú skalt vera eitt fólk, sum er HARRANUM Gudi tínum halgað soleiðis sum Hann hevur sagt.? KAPITUL Lógin skuldi skrivast á stórar steinar, Altarið á Ebalsfjalli, Áminning um at halda lógina, ættir skulu lýsa signing, og bann, Tey bannini, Síðani góvu Móses og hinir elstu í Ísrael fólkinum hetta boð: ?Aktið eftir øllum boðunum, sum eg í dag áleggi tykkum! Táið tit eru komin um Jordan, inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, skalt tú reisa tær stórar steinar og hvítta teir við kálki. Á teir skalt tú, táið tú ert yvirum komin, skriva øll orðini í hesi lóg, so tú kanst koma inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær. Við tað sama sum tit eru komin um Jordan, skulu tit á Ebalsfjalli reisa hesar steinar, sum eg í dag gevi tykkum boð um, og tú skalt hvítta teir við kálki. Tú skalt har reisa HARRANUM Gudi tínum altar, altar av gróti, sum tú ikki mást seta nakað jarnamboð á; av óhøgdum gróti skalt tú gera altar HARRANS Guds tíns, og tú skalt ofra HARRANUM Gudi tínum brennioffur á tí; og tú skalt ofra takkoffur og halda máltíð har og vera glaður fyri ásjón HARRANS Guds tíns. Á steinarnar skalt tú greitt og skilliga skriva øll orðini í hesi lóg.? Síðani talaðu Móses og hinir levitisku prestar við alt Ísrael og søgdu: ?Ver stilt og hoyr, Ísrael! Í dag ert tú vorðið fólk HARRANS Guds tíns. Hoyr tí rødd HARRANS Guds tíns og halt boð og lógir Hansara, sum eg í dag gevi tær!? Sama dag gav Móses fólkinum hetta boð: ?Táið tit eru komin um Jordan, skulu hesir standa á Garizimsfjalli og signa fólkið: Símeon, Levi, Juda, Issakar, Jósef og Benjamin. Og hesir skulu standa á Ebalsfjalli og lýsa bann: Ruben, Gad, Aser, Zebulon, Dan og Naftali. Levitarnir skulu taka til orða og siga hart við hvønn mann í Ísrael: ?Bannaður veri tann maður, ið ger útskorna ella stoypta mynd, HARRANUM andstygd handaverk smiðs og reisir tað í loynd!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið vanvirðir faðir sín ella móður sína!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið flytur mark næsta síns!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið leiðir blindan av rættari leið!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið boyggir rætt hins fremmanda, hins faðirleysa og einkjunnar!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið liggur hjá konu faðirs síns, tí hann hevur lyft teppi faðirs síns!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið hevur við nakað kríatúr at gera!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið liggur hjá systur síni, dóttur faðir sín ella móður sína!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið liggur hjá vermóður síni!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, sum í loynd drepur næsta sín!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið letur seg keypa til at drepa ein sakleysan og úthella blóð hansara!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!? ?Bannaður veri tann, ið heldur ikki orðini í hesi lóg og ger eftir teimum!? Og alt fólkið skal svara: ?Amen!?? KAPITUL Signingin av at halda lógina, Bannið av at bróta hana, ?Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini; allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns: Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini. Signað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni og fæi tínum, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir. Signað skal kurv tín vera, og deigtrog títt. Signaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og signaður skalt tú vera, táið tú fert út. Táið fíggindar tínir reisa seg móti tær, skal HARRIN lata teir verða við undirlutan; ein veg skulu teir koma ímóti tær, men í sjey ættir skulu teir flýggja undan tær. HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær. HARRIN skal gera teg til eitt fólk, ið er Honum halgað sum Hann við eiði hevur lovað tær so satt sum tú heldur boð HARRANS Guds tíns og gongur leiðir Hansara. Øll fólk á jørðini skulu síggja, at tú ert kallað eftir navni HARRANS, og tey skulu ræðast teg. HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær. HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína himmalin og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá. HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey, og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum hvørki til høgru ella vinstru so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir. Men hoyrir tú ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum boðum og lógum Hansara, sum eg í dag gevi tær, tá skulu øll hesi bann koma yvir teg og náa tær: Bannaður skalt tú vera í staðnum, og bannaður skalt tú vera á markini. Bannað skal kurv tín vera, og deigtrog títt. Bannað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir. Bannaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og bannaður skalt tú vera, táið tú fert út. HARRIN skal senda yvir teg bann, ræðslu og straff í øllum, sum tú rættir út hondina til og fert undir at gera, inntil endi er á tær, og tú brádliga gongur til grundar aftur fyri illgerðir tínar, at tú vendi Mær bakið. HARRIN skal lata pestin hanga uppi í tær, inntil Hann hevur oytt teg úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn. HARRIN skal sláa teg við tærandi sjúku og brennandi sótt, við fepri og svullum, við turki, kornbrenning og gulnan, og hetta skal fylgja tær, inntil endi er á tær. Himmalin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar, og jørðin undir tær sum jarn. HARRIN skal lata dust og sand vera regnið, ið land títt fær; tað skal koma av himli niður yvir teg, inntil tú ert týndur. HARRIN skal lata teg lúta fyri fíggindum tínum; ein veg skalt tú fara ímóti teimum, men í sjey ættir skalt tú flýggja undan teimum, og tú skalt verða øllum ríkjum á jørðini ræða. Deyðu kroppar tínir skulu verða føði hjá øllum fuglum himmalsins og hjá dýrum jarðarinnar; og eingin skal styggja tey burtur. HARRIN skal sláa teg við svullum Egyptalands, við bruna, skrubbi og útbroti, so tú skalt ikki kunna grøðast. HARRIN skal sláa teg við vitloysi, blindleika og ørviti. Um alljósan dag skalt tú trilva, sum hin blindi trilvar í myrkri; tú skalt onga eydnu hava á leiðum tínum; tú skalt einki verða uttan kúgaður og rændur alla tíð tína, og eingin skal vera, sum hjálpir tær. Tú skalt trúlova teg við kvinnu, men ein annar skal liggja hjá henni; tú skalt byggja tær hús, men ikki koma at búgva í teimum; tú skalt planta tær víngarð, men ikki heysta ávøkst hansara. Neyt tíni skulu verða dripin fyri eygum tínum, men tú skalt ikki fáa at smakka burturav; esil títt skal verða rænt, meðan tú hyggur at, og tú skalt ikki fáa tað aftur; smáfæ títt skal verða givið fíggindum tínum, og eingin skal hjálpa tær. Synir tínir og døtur tínar skulu verða givin fremmandari tjóð í hendur; tú skalt síggja tað við egnum eygum og tærast burtur av longsli eftir teimum allan dagin men tú skalt einki fáa gjørt við tað. Fruktin av jørð tíni og av øllum arbeiði tínum skal verða etin upp av tjóð, ið tú kennir ikki; tú skalt eina verða kúgaður og illa viðfarin alla tíð tína. Tú skalt verða vitleysur av øllum, ið tú noyðist at síggja. HARRIN skal sláa teg við óndum svullum á knøunum og leggjunum, so tú skalt ikki kunna grøðast, ja, líka frá iljum til hviril. HARRIN skal leiða teg og kong tín, sum tú setur yvir teg, burtur til tjóð, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, og har skalt tú dýrka aðrar gudar træ og stein. Tú skalt verða til ræðu, orðtak og spott millum øll tey fólk, ið HARRIN leiðir teg til. Nógvum sáði skalt tú fara við út á markina men lítið skalt tú heysta; grashoppur skulu eta tað upp. Víngarðar skalt tú planta og dýrka men vín skalt tú hvørki fáa at drekka ella at goyma; tí maðkur skal gera enda á øllum. Oljutrø skalt tú hava allastaðni í landi tínum men ikki skalt tú salva teg við olju; tí oljuber tíni skulu detta av. Synir og døtur skalt tú fáa men tú skalt ikki sleppa at hava tey; tí tey skulu verða førd burtur, hertikin. Øll trø tíni og grøðina av jørð tíni skulu grashoppurnar leggja undir seg. Útlendingurin, ið hjá tær býr, skal stíga upp um teg, hægri og hægri, men tú skalt søkka djúpari og djúpari. Hann skal læna tær, men tú skalt ikki læna honum; hann skal vera høvd, og tú skalt vera hali. Øll hesi bann skulu koma yvir teg og liggja eftir tær og náa tær, inntil endi er á tær aftur fyri at tú hoyrdi ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú heltst boð og lógir Hansara, sum Hann gav tær; tey skulu til ævigar tíðir hanga uppi í tær og avkomi tínum sum tekin og undur. Aftur fyri at tú tænti ikki HARRANUM Gudi tínum við gleði og av hjartans lysti, meðan tú hevði yvirflóð av øllum, so skalt tú sleppa at tæna fíggindum tínum, sum HARRIN skal senda ímóti tær, í hungri og tosta, nakin og saknandi alt; Hann skal leggja jarnok á háls tín, inntil Hann hevur gjørt enda á tær. HARRIN skal stevna ímóti tær eini tjóð langt burtur frá, frá enda jarðarinnar, eini tjóð, ið kemur flúgvandi sum ørn, eini tjóð, hvørjar tungumál tú skilir ikki; eini tjóð við hørðum andliti hvørki vísir hon teimum gomlu virðing ella teimum ungu miskunn. Hon skal eta upp fruktina av fæi tínum og fruktina av jørð tíni, inntil endi er á tær; hon skal hvørki lata korn, vín ella olju verða eftir hjá tær, hvørki tað, ið kýr tínar kálva, ella tað, ið smáfæ títt lembir inntil hon hevur forkomið tær. Hon skal kringseta teg í øllum býum tínum, inntil teir høgu, sterku múrar tínir, sum tú lítur á, falla í øllum landi tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær. Tá skalt tú eta lívsfrukt tína, kjøtið av sonum og døtrum tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum. Tann av monnum tínum, sum fínastur og mest vandin er, skal hyggja við óndum eygum á bróður sín, konuna í favni sínum og børnini, ið hann enn hevur eftir, og ongum av teimum unna bita burtur av kjøti barna sína, sum hann etur, av tí at hann hevur einki annað eftir; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum. Tann av kvinnum tínum, sum fínast og mest vandin er hon, ið aldri beyð til at stíga fótin á jørðina, so vandin og fín er hon skal hyggja við óndum eygum á mannin í favni sínum og son sín og dóttur sína, og ikki unna teimum eftirburðin, ið frá henni gongur, ella børnini, ið hon eigur; tí við tað at henni fattast alt, etur hon tey sjálv í loynd; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum. Aktar tú ikki eftir at halda øll orðini í hesi lóg, tey, sum í hesi bók standa skrivað, og óttast tú ikki hetta dýra og ræðuliga navn: HARRIN Gud tín, so skal HARRIN senda óhoyrdar plágur á teg og avkom títt, svárar, áhaldandi plágur og óndar, áhaldandi sjúkur; Hann skal lata allar sjúkur Egyptalands, sum tú ræðist, koma á teg, og tær skulu hanga uppi í tær; ja, og allar aðrar sjúkur og plágur, sum einki stendur skrivað um í hesi lógbók, skal HARRIN lata koma á teg, inntil endi er á tær. Bert lítil flokkur skal verða eftir av tykkum, tit, ið vóru so mong í tali sum stjørnurnar á himli aftur fyri at tú hoyrdi ikki rødd HARRANS Guds tíns. Og eins og HARRIN fyrr hevði gleði av at gera væl við tykkum og lata tykkum nørast, so skal HARRIN nú hava gleði av at forkoma og týna tykkum; tit skulu verða rikin burtur úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn. HARRIN skal spjaða teg millum øll fólkasløgini, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum, og har skalt tú dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, træ og stein. Millum hesi fólk skalt tú ongan frið hava, og fótur tín skal onga hvíld finna; tí HARRIN skal har geva tær skelvandi hjarta, eygu, ið tærast burtur, og sál, sum ørmaktast. Lív títt skal tykjast tær at hanga í einum hári; tú skalt vera í angist bæði dag og nátt og aldri vera ekkaleysur um lív títt. Um morgunin skalt tú siga: ?Eg vildi, at kvøldið var komið!? og um kvøldið: ?Eg vildi, at morgunin var komin!? Slíka angist skalt tú kenna í hjartanum, og so ræðuligt verður tað, ið tú sært fyri eygum tínum. HARRIN skal á skipum flyta teg aftur til Egyptalands ta leiðina, ið Eg lovaði tær, at tú aldri skuldi fáa at síggja aftur; har skulu tit verða boðin fíggindum tykkara til keyps sum trælir og trælkvinnur, men eingin skal vilja keypa tykkum.? KAPITUL Áminning um at halda sáttmálan, Revsingin yvir fólkið, um tað fellur frá, Hetta eru orð sáttmálans, ið HARRIN gav Mósesi boð um at gera við Ísraelsmenn í Móabslandi, umframt sáttmálan, ið Hann hevði gjørt við teir á Horeb. Móses kallaði saman alt Ísrael og segði við tey: ?Tit hava sæð alt tað, ið HARRIN í Egyptalandi fyri eygum tykkara gjørdi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara hinar stóru plágur, ið tú sást við egnum eygum, hini stóru tekin og undur. Men higartil hevur HARRIN hvørki givið tykkum hjarta at fata við, eygu at síggja við ella oyru at hoyra við. Eg læt tykkum ferðast í oyðimørkini í fjøruti ár; klæði tykkara slitust ikki á kroppi tykkara, og skógvarnir slitust ikki upp á fótum tykkara. Breyð fingu tit ikki at eta, og vín og sterkan drykk fingu tit ikki at drekka; tí Eg vildi, at tit skuldu síggja, at Eg, HARRIN, eri Gud tykkara. Táið tit komu higar, komu Sihon, kongurin í Hesbon, og Og, kongurin í Basan, ímóti okkum í bardaga; men vit vunnu sigur á teimum og tóku land teirra og lótu Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse fáa tað í arvalut. Aktið tí eftir orðunum í hesum sáttmála og haldið tey, so tit kunnu hava eydnuna við tykkum í øllum, sum tit gera! Tit standa í dag øll fyri ásjón HARRANS Guds tykkara, høvuðsmenn tykkara, ættir tykkara, hinir elstu og umsjónarmenn tykkara, hvør maður í Ísrael børn tykkara, konur tykkara og hini fremmandu, sum eru í tilhaldi tínum, bæði viðhøggarar og vatnberarar tínir til at ganga inn í sáttmálan við HARRAN Gud tín og í hitt eiðfesta samfelag við Hann, sum HARRIN Gud tín í dag ger við teg. Tí Hann fer í dag at gera teg til fólk Sítt, og Hann skal sjálvur vera Gud tín, soleiðis sum Hann hevur sagt við teg og við eiði lovaði fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. Og ikki bert við tykkum geri eg henda sáttmála og hetta eiðfesta samfelag, nei, bæði við tey, sum í dag standa her saman við okkum fyri ásjón HARRANS Guds okkara, og við tey, ið ikki eru her saman við okkum í dag. Tit vita jú sjálv, at vit búðu í Egyptalandi, og vit ferðaðust mitt ígjøgnum lond tjóðanna, ið vit eru farin ígjøgnum. Tit sóu andstygdir teirra og teir fúlu avgudar av viði og steini, av silvuri og gulli, ið tey høvdu. Latið tí ongan vera hjá tykkum mann ella kvinnu, slekt ella ætt sum í dag vendir hjarta sínum burtur frá HARRANUM Gudi okkara, so hann fer og dýrkar gudarnar hjá hesum fólkum! Latið onga rót vera hjá tykkum, sum eitur og malurt veksur upp av ongan, sum táið hann hoyrir orðini í hesum eiðfesta samfelagi, prísar seg lukkuligan og hugsar, at honum skal gangast væl, um so hann fylgir sínum egna harða hjarta tí so skulu bæði hitt vatnríka og hitt turra landið ganga til grundar! HARRIN skal ikki fyrigeva honum; nei, vreiði HARRANS og álvara Hansara skulu tendrast móti slíkum manni; øll bannini, ið skrivað standa í hesi bók, skulu leggjast á hann, og HARRIN skal strika navn hansara undir himli. HARRIN skal skilja hann burtur frá øllum ættum Ísraels til at verða forkomnan, eftir øllum bannum sáttmálans, sum skrivaður stendur í hesi lógbók. Táið tá hitt komandi ættarliðið, børn tykkara, sum vaksa upp eftir tykkum, og hin fremmandi, ið kemur úr landi langt burtur táið tey síggja plágurnar, ið hava rámt hetta land, og sjúkurnar, ið HARRIN hevur heimsøkt tað við svávul og salt, alla jørðina í landinum uppbrenda, so hvørki kann sáast í hana, ella grøði fáast av henni, og ongar urtir kunnu grógva har, ein oyðing, sum táið Sodoma og Gomorra, Adma og Zebojim vórðu løgd í oyði, táið HARRIN læt tey ganga undir í vreiði Síni og sinnismuni Sínum tá skulu tey spyrja, ja, øll fólkasløg skulu spyrja: ?Hví hevur HARRIN gjørt so við hetta land? Hvat er hetta fyri svárur vreiðieldur?? Og svarað skal verða: ?Aftur fyri at tey sviku sáttmálan, ið HARRIN Gud fedra teirra gjørdi við tey, táið Hann leiddi tey út av Egyptalandi, og fóru og dýrkaðu aðrar gudar og tilbóðu teir, gudar, ið tey ikki kendu, og sum Hann ikki hevði givið teimum í lut, tí tendraðist vreiði HARRANS móti hesum landi, so Hann læt koma yvir tað øll bannini, ið skrivað standa í hesi bók. HARRIN varð ógvuliga vreiður og rykti tey í vreiði og sinnismuni upp úr landi teirra og blakaði tey út í fremmant land sum í dag gongur sjón fyri søgn!? Hitt loynda hoyrir HARRANUM Gudi okkara til, men hitt opinberaða er fyri okkum og børn okkara til ævigar tíðir, fyri at vit skulu halda øll orðini í hesi lóg.? KAPITUL Táið hitt fráfalna fólk vendir við, skal tað verða bjargað, Áminning um at halda sáttmálan, ?Táið tá alt hetta kemur yvir teg, signingin og bannið, sum eg havi lagt fyri teg, og tú tekur tær tað at hjarta úti millum øll fólkini, ið HARRIN Gud tín fer at reka teg burtur til, og tú av øllum hjarta tínum og allari sál tíni vendir við til HARRAN Gud tín og hoyrir rødd Hansara í øllum, sum eg í dag gevi tær boð um bæði tú og børn tíni tá skal HARRIN Gud tín venda lagnu tíni og vísa tær náði og savna teg saman aftur frá øllum fólkunum, ið HARRIN Gud tín hevur spjatt teg ímillum. Um tit so eru rikin burtur líka at enda himmalsins, skal HARRIN Gud tín savna teg saman og fara hagar eftir tær. HARRIN Gud tín skal leiða teg til landið, ið fedrar tínir áttu, og tú skalt fáa tað í ogn; Hann skal gera væl við teg og lata teg nørast, enn meiri enn fedrar tínar. HARRIN Gud tín skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so tú elskar HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum og allari sál tíni, og tá skalt tú sleppa at liva. HARRIN Gud tín skal leggja øll hesi bann á fíggindar tínar og á tey, ið hava hatað teg og ligið eftir tær; men tú skalt aftur hoyra rødd HARRANS og halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær. Og HARRIN Gud tín skal geva tær ríviligt av øllum, ið gott er, í øllum tí, sum tú fert undir at gera, bæði av lívsfrukt tíni, av fruktini av fæi tínum og av ávøksti lands tíns; tí HARRIN skal aftur hava gleði av tær, sum Hann hevði gleði av fedrum tínum, og gera væl við teg so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns og aktar eftir boðum og lógum Hansara, sum skrivað standa í hesi lógbók, og so satt sum tú av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni vendir við til HARRAN Gud tín. Tí hetta boð, sum eg gevi tær í dag, er tær ikki ov svárt, og tað er heldur ikki langt burtur. Tað er ikki uppi í Himli, so tú ert noyddur at siga: ?Hvør skal fara upp til Himmals fyri okkum at fáa okkum tað niður og lata okkum hoyra tað, so vit fáa gjørt eftir tí?? Tað er heldur ikki hinumegin havið, so tú noyðist at siga: ?Hvør skal fara um havið fyri okkum og fáa okkum tað higar og lata okkum hoyra tað, so vit fáa gjørt eftir tí?? Nei, orðið er tær heilt nær, í munni og hjarta tínum, so tú fært gjørt eftir tí! Tú sært eg havi í dag lagt fyri teg lívið og hitt góða og deyðan og hitt illa, við tað at eg í dag áleggi tær at elska HARRAN Gud tín, at ganga leiðir Hansara og akta eftir boðum, lógum og fyriskipanum Hansara, so tú kanst liva og nørast, og HARRIN Gud tín kann signa teg í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn. Men vendir hjarta títt sær burtur, og vilt tú ikki akta, ja, letur tú teg dára og tilbiður aðrar gudar og dýrkar teir, so kunngeri eg tykkum í dag, at tit skulu vissuliga ganga til grundar; tit skulu ikki leingi liva í landinum, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, táið tú ert farin um Jordan. Eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum, at eg havi lagt fyri teg lívið og deyðan, signingina og bannið vel tí lívið, so tú og avkom títt kunnu liva! Elska HARRAN Gud tín, hoyr rødd Hansara og halt teg til Hansara! Tí hetta er lív títt, og tá skalt tú náa høgan aldur og sleppa at vera í landinum, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at Hann skuldi geva teimum.? KAPITUL Josva settur til eftirmann Mósesar, Lógin uppskrivað. Hon skuldi goymast og lesast upp ásettar tíðir, Um songin, ið Móses ber fram í kap. Móses fór og flutti øllum Ísrael hesi orð; hann segði við tey: ?Eg eri nú ár; eg kann ikki longur ganga út og inn sum áður, og HARRIN hevur sagt við meg: ?Tú skalt ikki koma um Jordan har!? Men HARRIN Gud tín skal sjálvur fara yvirum á odda hjá tær; Hann skal týna hesi fólkasløg fyri tær, so tú fært tikið land teirra í ogn. Josva, hann skal fara yvirum á odda hjá tær soleiðis sum HARRIN hevur sagt. HARRIN skal gera við tey, sum Hann gjørdi við Sihon og Og, amoritakongarnar, ta ferðina ið Hann forkom teimum og oyddi land teirra. HARRIN skal geva tey í hendur tykkara, og tit skulu í einum og øllum gera við tey, soleiðis sum eg havi sagt við tykkum. Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.? Síðani sendi Móses boð eftir Josva og segði við hann, so alt Ísrael hoyrdi: ?Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt fara við hesum fólki inn í landið, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum teirra at geva teimum, og tú skalt skifta tað millum teirra í arv. HARRIN Hann, sum gongur á odda hjá tær Hann skal vera við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær; tú skalt ikki óttast og ikki ræðast!? Móses skrivaði nú hesa lóg upp og flýddi prestunum hana, sonum Levi, sum bóru sáttmálaørk HARRANS, og øllum hinum elstu í Ísrael. Og Móses gav teimum hetta boð: ?Sjeyndahvørt ár, eftirgevingarárið, á leyvsalahøgtíðini, táið alt Ísrael kemur at stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns á staðnum, sum Hann útvelur, tá skalt tú lesa upp hesa lóg fyri øllum Ísrael, so tey hoyra tað. Kalla tá fólkið saman, menn, kvinnur og børn og hini fremmandu, sum búgva í býum tínum, so tey kunnu hoyra og læra at óttast HARRAN Gud tykkara og akta væl eftir at halda øll orðini í hesi lóg! Og børn teirra, sum enn ikki hava lært hana at kenna, tey skulu hoyra hana og læra at óttast HARRAN Gud tykkara, allar teir dagar tit liva í landinum, sum tit nú fara inn í og skulu taka í ogn, táið tit eru farin um Jordan.? Síðani segði HARRIN við Móses: ?Nú líður at tíðini, táið tú skalt doyggja. Send tí boð eftir Josva, og farið og standið við samkomutjaldið, so Eg fái givið honum boð Míni!? Móses og Josva fóru tá og stóðu við samkomutjaldið. Tá opinberaði HARRIN Seg við tjaldið í skýstólpa; skýstólpin stóð við tjalddyrnar. HARRIN segði við Móses: ?Táið tú hvílir hjá fedrum tínum, skal hetta fólk fara at halda seg til fremmandar gudar í landinum, sum tey koma inn í; tey fara at venda Mær bakið og bróta sáttmála Mín, sum Eg havi gjørt við tey. Vreiði Mín skal tá tendrast móti teimum, og Eg skal venda teimum bakið og fjala andlitið fyri teimum, so tey ganga til grundar; og nógv vanlukka og neyð skal koma á tey. Tá fara tey at siga: ?Er tað ikki, tí Gud mín er ikki við mær, at hesar vanlukkur eru komnar á meg!? Men Eg skal fjala andlitið fyri teimum tann dag, aftur fyri alt tað illa, ið tey gjørdu, at tey vendu sær til aðrar gudar. Skriva teimum tí nú upp henda song og lær Ísraelsmenn hann, legg teimum hann í munnin, so hann kann vera vitni Mítt móti Ísraelsmonnum! Tí Eg leiði tey inn í landið, sum Eg við eiði havi lovað fedrum teirra, eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi; men táið tey hava etið seg mett og eru vorðin feit, fara tey at venda sær til aðrar gudar og dýrka teir og vanvirða Meg og bróta sáttmála Mín. Táið tá nógv vanlukka og neyð kemur á tey, skal hesin songur bera vitnisburð sín fyri teimum hann skal ikki verða gloymdur av eftirkomarum teirra og ikki doyggja á vørrum teirra. Eg veit jú, hvat tey hava í huga longu nú áðrenn Eg havi leitt tey inn í landið, sum Eg við eiði lovaði teimum!? Móses skrivaði tá sama dag henda song upp og lærdi Ísraelsmenn hann. Síðani gav Hann* Josva, syni Nun, hetta boð: ?Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt leiða Ísraelsmenn inn í landið, sum Eg við eiði havi lovað teimum, og Eg skal vera við tær.? Táið Móses var liðugur at skriva í bók orðini í hesi lóg, øll sum tey vóru, gav hann Levitunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, hetta boð: ?Takið hesa lógbók og leggið hana hjá sáttmálaørk HARRANS Guds tykkara! Har skal hon liggja sum vitni ímóti tær. Tí eg veit, hvussu treiskur tú ert, og hvussu harðan háls tú hevur! Hava tit ikki longu nú, meðan eg livi og eri ímillum tykkara, staðið HARRANUM ímóti! Hvussu man tá ikki fara at verða, táið eg eri deyður! Kallið nú saman til mín allar hinar elstu í ættum tykkara og umsjónarmenn tykkara! So skal eg flyta teimum hesi orð og taka himmal og jørð til vitni ímóti teimum. Tí eg veit, at táið eg eri deyður, fara tit at bera tykkum illa at og víkja av leiðini, ið eg havi álagt tykkum at ganga, og vanlukkan skal koma á tykkum á síðstu døgum, av tí at tit gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS, og eggja Hann til vreiði við atburði tykkara!? Móses bar nú samkomu Ísraels fram henda song, allan sum hann var. KAPITUL Móses ber fram song sín. ?Lurtið, tit Himlar, eg skal tala, og lat jørðina hoyra orð muns míns! Læra mín streymi sum regnið, orð mítt flóti sum døggin, sum regnskúrir á grønar nálir, sum æl á urtir og gras! Tí navn HARRANS skal eg kunngera gevið Gudi okkara dýrd! Kletturin fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann! Man Hann hava ført oyðing yvir fólk Sítt! Nei, børn Hansara, teirra er skommin rangvørg og svikafull ætt! Løna tit HARRANUM so, tú fólk av dárum og býttlingum! Er Hann ikki faðir tín, sum skapti teg, sum skapti teg og myndaði teg! Minst dagarnar í forðum, hugsa um ár farna ætta! Spyr faðir tín hann skal kunngera tær tað, hinar gomlu hjá tær teir skulu siga tær tað! Táið hin Hægsti skifti ogn millum fólkini, táið Hann setti mark millum menniskjabørnini, setti Hann landamark tjóðanna eftir tali Ísraels sona. Tí lutur HARRANS er fólk Hansara, Jákup er arvalutur Hansara. Hann fann hann í oyðilandi, har óbygt var, har dýrini í oyðimørkini ýldu; Hann gjørdist vernd hansara, Hann vakti yvir honum, Hann varðveitti hann sum eygnastein Sín. Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum. Tað var HARRIN eina, ið leiddi hann, eingin fremmandur gudur var við Honum. Hann førdi hann fram yvir hæddir landsins og læt hann njóta grøði akursins; Hann læt hann súgva hunang úr klettinum, olju úr harðasta steini. Hann fostraði hann við róma undan kúm og mjólk undan óm, við tí feita av lombum og veðrum, av tarvum úr Basan og bukkum, við feitasta mergi hveitinnar; og av vínberjablóði drakst tú vín. Tá varð Jesurun* feitur og sparkaði aftur undan sær, tú vart hyldligur, tjúkkur og feitur. Tá vendi hann Gudi, skapara sínum, bakið og vanvirdi frelsuklett sín. Tey vaktu vreiði Hansara við fremmandum gudum; við viðurstyggiligum avgudum eggjaðu tey Hann til vreiði. Tey ofraðu til illar andar, sum ikki eru Gud, til gudar, ið tey ikki kendu, til nýggjar, sum nýliga vóru uppkomnir, og sum fedrar tykkara ikki óttaðust. Klettin, upphav títt, Hann legði tú einki í; tú gloymdi Gud, sum hevði givið tær lívið! Táið HARRIN sá hetta, vrakaði Hann tey; tí Hann varð vreiður við synir og døtur Sínar. Hann segði: ?Eg skal fjala andlit Mítt fyri teimum, Eg skal síggja, hvat endi teirra verður; tí rangvørg ætt eru tey, børn, sum eingin trúskapur er í. Tey vaktu vreiði Mína við tí, sum ikki er Gud; við tómu avgudum sínum eggjaðu tey Meg til vreiði; Eg skal eisini vekja vreiði teirra við tí, sum ikki er eitt fólk; við dáratjóð skal Eg eggja tey til vreiði. Tí eldur er farin at loga í vreiði Míni og brennur niður í djúpasta deyðaríki; hann oyðir landið av og grøði tess og setur eld á grundvøllir fjallanna. Eg skal dunga vanlukkur oman yvir tey; allar pílarnar, ið Eg havi, skal Eg nýta móti teimum. Tey skulu verða sogin út av svongd og tærd upp av brennandi fepri og eitrandi sótt; villdýratenn skal Eg senda móti teimum og eitur úr orminum, sum í dustinum skríður. Svørðið skal herja tey uttanfyri, og ræðslan inni í húsinum bæði unglingar og moyggjar, bæði bróstabørn og gráhærdar menn. Eg hevði sagt: ?Eg skal blása tey burt, Eg skal gera enda á minninum um tey millum menniskjuni!? um Eg ikki hevði óttast fyri, at fíggindarnir skuldu ganga Mær ov nær, at mótstøðumenn teirra skuldu leggja tað øðrvísi út og siga: ?Tað var hond okkara, ið var so sterk, tað var ikki HARRIN, sum gjørdi alt hetta!? Tí tey eru ráðleys tjóð; vit er ikki í teimum. Vóru tey vís, so høvdu tey skilt hetta, dugað at sæð, hvat endin varð av teimum. Hvussu kundi ein jagstra túsund, og tveir fáa tíggjutúsund at halda undan, um ikki klettur teirra hevði selt teir, og HARRIN givið teir yvir! Tí klettur teirra er ikki sum klettur okkara tað kunnu fíggindar okkara sjálvir vitna! Víntræ teirra er av víntræi Sodoma og av markum Gomorra; vínber teirra eru eiturvínber, beisk eru vínberjatyssini. Vín teirra er brennandi drekaeitur og øgiligt ormaeitur. Er ikki hetta goymt hjá Mær, innsiglað í goymslum Mínum! Mær hoyrir hevnd og endurgjald til, tann dag fótur teirra ekur; tí undirgangsdagur teirra stundar til, og skjótt kemur tað, ið bíðar teimum.? Tí HARRIN skal fáa fólki Sínum rætt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum, táið Hann sær, at megi teirra er brotin, og at tað er úti við bæði stórum og smáum. Tá skal Hann spyrja: ?Hvar eru nú gudar teirra, kletturin, ið teir litu á! Hvar eru teir, ið ótu fiti sláturofra teirra og drukku drykkjuoffurvín teirra! Reisi teir seg nú og hjálpi tykkum, veri teir tykkum nú vernd! Nú síggja tit, at Eg eri Hann at eingin Gud er uttan Eg! Eg deyði, og Eg geri livandi, Eg særi, og Eg grøði, og eingin er, sum frelsir av hond Míni. Tí Eg lyfti hond Míni mót himli og sigi: So satt sum Eg livi í allar ævir táið Eg hvessi skyggjandi svørð Mítt, og hond Mín tekur at døma, skal Eg lata hevnd koma yvir fíggindar Mínar og løna teimum, ið hata Meg! Eg skal gera pílar Mínar druknar av blóði og svørð Mítt skal eta kjøt av blóði falna og hertikna, av høvdum høvdinga fíggindans!? Prísið fólki Hansara, tit fólkasløg! Tí Hann hevnir blóð tænara Sína; Hann letur koma hevnd yvir fíggindar Sínar og ger bót fyri land Sítt, fyri fólk Sítt.? Móses kom tá og bar fólkinum fram allan henda song, hann og Hosea, sonur Nun. Táið Móses var liðugur at tala øll hesi orð til alt Ísrael, segði hann við tey: ?Leggið tykkum í huga øll orðini, sum eg í dag geri til vitni móti tykkum, so tit kunnu geva børnum tykkara boð um tey, at tey skulu halda øll orðini í hesi lóg og gera eftir teimum! Tí hetta er ikki tómt orð, sum ikki kemur tykkum við nei, hetta er lív tykkara, og við hesum orði skulu tit liva leingi í landinum, sum tit nú fara inn í og skulu taka í ogn, táið tit eru farin um Jordan!? Henda sama dag talaði HARRIN við Móses og segði: ?Far niðan higar á Abarimsfjall, Nebofjall í Móabslandi, beint yvir av Jeriko, og hygg út yvir Kána'ansland, sum Eg gevi Ísraelsmonnum í ogn! So skalt tú doyggja har á fjallinum, ið tú fert niðan á, og savnast til fedrar tínar, eins og Áron, bróðir tín, doyði á Horsfjalli og varð savnaður til fedrar sínar aftur fyri at tit syndaðu móti Mær millum Ísraelsmenn við Meribavatn við Kades í Zinsoyðimørk og halgaðu Meg ikki millum Ísraelsmenn. Tú skalt fáa landið at síggja beint yvir av tær, men tú skalt ikki koma inn í landið, sum Eg gevi Ísraelsmonnum!? KAPITUL Móses signar ættirnar. Hetta er signingin, ið gudsmaðurin Móses signaði Ísrael við, áðrenn hann doyði. Hann segði: ?HARRIN kom av Sinai og rann upp fyri teimum á Se'ir; Hann læt ljós Sítt skína av Paransfjøllum og kom frá heiløgum tíggjutúsundum; við høgru hond Hansara logaði eldur ímóti teimum. Ja, Hann elskar fólk Sítt, øll hini heiløgu Hansara eru í hondum Hansara; tey seta seg við fót Tín og taka við orðum frá Tær. Lóg gav Móses okkum, arvalut samkomu Jákups. Og Hann* varð Kongur í Jesurun, táið høvdingar fólksins komu saman, ættir Ísraels, allar samlar. Livi Ruben og doyggi ikki! Men menn hansara skulu verða fáir í tali.? Hetta segði hann um Juda: ?Hoyr bønir Juda, HARRI, og leið hann aftur til fólk hansara! Við hondum sínum berjist hann fyri tað ver Tú honum hjálp móti fíggindum hansara!? Um Levi segði hann: ?Tummim og Urim tíni hoyra gudóttandi manni tínum til, honum, ið tú freistaði við Massa, og sum tú við Meribavatn kjakaðist við honum, ið segði um faðir sín og móður sína: ?Eg síggi tey ikki!? og sum ikki kendist við brøður sínar og ikki vitsti av børnum sínum, av tí at hann helt orð Títt og helt fast við sáttmála Tín. Hann skal læra Jákup boð Tíni og Ísrael lóg Tína; hann skal bera fram roykilsi fyri andlit Títt og heiloffur á altar Títt. Signa styrki hansara, HARRI, og lat handaverk hansara líka Tær! Sora lendar óvina hansara, teirra, ið hata hann, so teir fáa ikki reist seg aftur!? Um Benjamin segði hann: ?Hin elskaði HARRANS er hann; tryggur býr hann hjá Honum; allan dagin heldur Hann hond Sína yvir honum, hann hvílir millum herðar Hansara!? Um Jósef segði hann: ?Signað av HARRANUM veri land hansara, við dýrastu gávum himmalsins, við døgg og við vatni úr djúpinum, ið niðanfyri hvílir, við hinum dýrasta av tí, ið sólin framleiðir, og við hinum dýrasta av tí, ið mánaskiftini fáa at spretta, við tí besta á hinum eldgomlu fjøllum og tí dýrasta á hinum ævigu heyggjum, við hinum dýrasta á jørðini og tí, ið hana fyllir, og við náði Hansara, sum búði í tornarunninum tað komi yvir høvur Jósefs, yvir hviril hansara, sum er høvdingi millum brøður sínar! Prúður er frumborni tarvur hansara, og horn hansara eru sum horn villtarvsins; við teimum stangar hann niður øll fólkini, líka at endum jarðarinnar. Soleiðis eru tíggjutúsund Efra'ims, soleiðis eru túsund Manasse!? Um Zebulon segði hann: ?Gleð teg, Zebulon, táið tú fert út, og tú, Issakar, í tjøldum tínum! Fólkasløgum bjóða teir til fjall sítt; har ofra teir rættferðaroffur; tí yvirflóð havsins og hinar loyndu skattir sandsins súgva teir í seg.? Um Gad segði hann: ?Lovaður veri Hann, sum veitir Gad landrúmd! Hann liggur og lúrir sum honleyva, og hann skræðir sundur bæði arm og hviril. Hann valdi sær fyrsta lutin; tí har er parturin goymdur, sum lóggevarin hevur ætlað honum; og so helt hann avstað á odda hjá fólkinum. Tað, ið rætt var fyri HARRANUM, tað, ið Hann hevði gjørt av, tað gjørdi hann saman við Ísrael.? Um Dan segði hann: ?Dan er leyvuungi, sum kemur leypandi úr Basan.? Um Naftali segði hann: ?Naftali er mettur av náði og fullur av signing HARRANS tak tú sjógvin og Suðurlandið í ogn!? Um Aser segði hann: ?Signaður fram um synir veri Aser! Hann veri hin elskaði millum brøður sínar og drepi fót sín í olju! Av jarni og kopari veri sláir tínar, og sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera! Eingin er Gudi líkur, Jesurun! Hann heldur fram yvir himmalin, tær til hjálpar, yvir skýggini í stórleika Sínum! Bústaður er hin ævigi Gud, og her niðri eru hinir ævigu armar. Fíggindan rekur Hann burt fyri tær og sigur: ?Forkom teimum!? Og Ísrael býr trygt fyri seg sjálvan, eyga Jákups er vent móti landi við korni og víni, ja, himmal hansara letur døggina dryppa! Sælur ert tú, Ísrael! Hvør er sum tú, eitt fólk, ið hevur frelsu sína í HARRANUM, Hann, sum er hjálparskjøldur tín og heiðurríka svørð títt! Fíggindar tínir sleiska fyri tær, og tú treður fram á hæddum teirra!? KAPITUL Deyði Mósesar, Josva, Eftirmæli Mósesar, Síðani fór Móses av Móabsheiðum niðan á Nebofjall, á Pisgatind, beint yvir av Jeriko; og HARRIN læt hann síggja alt landið: Gilead líka til Dan, alt land Naftali, Efra'ims og Manasse, alt land Juda líka at havinum fyri vestan, Suðurlandið og Jordanslættan, dalin við Jeriko Pálmastaðin líka at Zoar. Og HARRIN segði við hann: ?Hetta er landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: ?Avkomi tínum skal Eg geva tað!? Nú havi Eg latið teg síggja tað við egnum eygum, men tú skalt ikki koma inn í tað!? So doyði Móses, tænari HARRANS, har í Móabslandi sum HARRIN hevði sagt. Hann jarðaði hann í dalinum í Móabslandi, beint yvir av Bet-Peor, og til henda dag veit eingin, hvar grøv hansara er. Móses var ár, táið hann doyði; sjón hansara var ikki viknað, og lívsmegi hansara var ikki svunnin. Ísraelsmenn grótu um Móses á Móabsheiðum í tríati dagar; so vóru grátidagarnir at enda, sorgin eftir Móses. Josva, sonur Nun, var fyltur við vísdómsanda, tí Móses hevði lagt hendurnar á hann; og Ísraelsmenn aktaðu hann og gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Men ikki stóð aftur upp í Ísrael nakar profetur sum Móses, hann, ið HARRIN umgekst andlit til andlit táið hugsað verður um øll tekinini og undrini, ið HARRIN hevði sent hann at gera í Egyptalandi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara, og um allan hin veldiga mátt, ið Móses vísti, og øll hini stóru, ræðuligu verk, ið hann gjørdi fyri eygum als Ísraels. Amos KAPITUL Harrin hóttir við revsing yvir Damaskus, Filistarar, Týrus, Edom, og Ammon, Orðini, ið Amos, sum var ein av hirðunum úr Tekoa, skoðaði um Ísrael, á døgum Uzziasar kongs í Juda, og á døgum Jeroboams kongs í Ísrael, sonar Jóasar tvey ár fyri jarðskjálvtan. Hann segði: HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerúsalem; tá skal haglendi hirðanna syrgja, og Karmelstindur skal torna upp. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Damaskus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni nei, Eg skal senda eld móti húsi Hazaels, og hann skal oyða hallir Benhadads; Eg skal sora sundur porturslá Damaskus og oyða tey, sum í Avensdali búgva, og tann, sum ber kongastavin í Bet-Eden; og Áramearar skulu verða herleiddir til Kir sigur HARRIN. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Gaza trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir herleiddu alt fólkið og seldu tey í hendur Edoms nei, Eg skal senda eld móti múrum Gaza, og hann skal oyða hallirnar har; Eg skal oyða tey, sum í Asdod búgva, og tann, sum ber kongastavin í Askalon; Eg skal venda hond Míni móti Ekron, og tað, ið eftir er av Filistarum, skal ganga til grundar sigur Harrin HARRIN. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Týrus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir góvu alt fólkið sum fangar í hendur Edoms og mintust ikki bróðursáttmálan nei, Eg skal senda eld móti múrum Týrusar, og hann skal oyða hallirnar har. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Edom trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at hann elti bróður sín við svørði og køvdi alla miskunn aftur fyri at vreiði hansara helt á at skræða sundur, og hann aldri gav uppat at vera illur nei, Eg skal senda eld móti Teman, og hann skal oyða hallirnar í Bozra. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ammonitar trífalt hava misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir kruvdu kvinnurnar í Gilead, sum vóru við barn fyri at vinna sær meiri land nei, Eg skal seta eld á múrar Rabba, og hann skal oyða hallirnar har, meðan herróp ljóða, tann dag bardagin stendur, meðan stormurin leikar ódnardagin. Kongur teirra skal fara í útlegd, bæði hann og høvdingar hansara sigur HARRIN. KAPITUL Harrin hóttir við revsing yvir Móab, Juda og Ísrael, So sigur HARRIN: Aftur fyri at Móab trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir brendu til kálk beinini í edomskongi nei, Eg skal senda eld móti Móab, og hann skal oyða hallir Kerijots; Móab skal doyggja í vápnagnýggi, meðan herróp ljóða, og hornið verður blást. Eg skal oyða dómaran av landi teirra, og allar høvdingar teirra skal Eg drepa saman við honum sigur HARRIN. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Juda trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir vanvirdu lóg HARRANS og hildu ikki boð Hansara, villleidd av lygigudum sínum, sum fedrar teirra høvdu hildið seg til nei, Eg skal senda eld móti Juda, og hann skal oyða hallir Jerúsalems. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ísrael trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí aftur fyri at teir selja hin sakleysa fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar. Teir stunda eftir at síggja dust á høvdi hinna ørmu og boyggja rætt hinna eyðmjúku. Faðir og sonur ganga til somu gentu og vanhalga soleiðis heilaga navn Mítt. Á pantsettum klæðum liggja teir og strekkja seg hjá hvørjum altari, og vín, sum teir hava tikið í bót, drekka teir í húsi Guds síns. Og Eg oyddi tó Amoritar fyri teimum, teir, ið vóru so høgir sum sedristrø og so sterkir sum eikitrø; Eg forkom ávøksti teirra í erva og rótum teirra í neðra. Eg flutti tykkum út av Egyptalandi og leiddi tykkum ár í oyðimørkini, so tit skuldu fáa land Amorita í ogn; Eg uppvakti summar av sonum tykkara til profetar og summar av unglingum tykkara til Nasirearar er tað ikki so, tit Ísraelsmenn! sigur HARRIN. Men tit fingu Nasireararnar at drekka vín, og profetunum noktaðu tit at profetera. Eg skal tí lata jørðina riða undir tykkum, eins og vagnur riðar, táið hann er fullur av bundum; hin kviki skal einki skýli finna, og hin sterki skal ikki fáa nýtt mátt sín, ei heldur kappin fáa bjargað lívi sínum; bogamaðurin skal ikki vera mentur at standa; hin fótfimi skal ikki fáa bjargað lívinum, ei heldur hestmaðurin á hesti sínum; hin djarvasti av køppunum skal flýggja nakin tann dag sigur HARRIN. KAPITUL Sum hitt útvalda fólkið skal Ísrael verða harðast revsað. Hoyrið hetta orð, ið HARRIN hevur talað móti tykkum, Ísraelsmenn, móti allari ættini, ið Eg leiddi út av Egyptalandi: Einans tykkum kennist Eg við av øllum ættum jarðarinnar; tí skal Eg heimsøkja tykkum fyri allar misgerðir tykkara. Munnu tveir fylgjast, uttan teir hava gjørt tað av hvør við annan! Man leyvan brøla í skóginum, uttan hon hevur fingið okkurt rán! Man ungleyvan lata rødd sína ljóða úr bóli sínum, uttan hon hevur tikið onkran fong! Man fuglurin koma í snerru á jørðini, uttan snerra er sett fyri hann! Man snerran støkka upp av jørðini, uttan okkurt er í hana komið! Man verða blást í horn í býi, uttan at ræðsla kemur á fólkið! Man vanlukka henda í býi, uttan at HARRIN hevur volt hana! Sanniliga, Harrin HARRIN ger einki, uttan Hann hevur opinberað tænarum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt! Táið leyvan brølar hvør fer tá ikki at ræðast! Harrin HARRIN talar hvør fer tá ikki at profetera! Rópið út yvir hallirnar í Asdod og hallirnar í Egyptalandi og sigið: ?Komið saman á Samariafjøllum og síggið tann mikla ófrið, ið harinni er, og hvussu nógv kúgan ið har ræður!? Tey duga ikki at gera tað, sum rætt er sigur HARRIN tey, ið dunga upp órætt og yvirgang í høllum sínum. Tí sigur Harrin HARRIN so: Fíggindar skulu koma og kringseta alt landið, og teir skulu koyra borg tína umkoll, so tú missir vernd tína; hallir tínar skulu verða rændar. So sigur HARRIN: Sum hirðin bjargar úr gapi leyvunnar einans tveimum fótum ella einum oyrapetti, so skulu Ísraelsmenn verða bjargaðir, teir, sum sita í Samaria í hvílubeinkjarhorni og á legum, klæddum við damask! Hoyr, og vitna móti húsi Jákups! sigur Harrin HARRIN, Gud herskaranna. Tann dag Eg heimsøki Ísrael fyri misbrot teirra, skal Eg heimsøkja altarini í Betel, so altarhornini verða avhøgd og falla til jarðar. Eg skal bróta niður bæði vetrarhúsini og summarhúsini, og fílabeinshúsini skulu ganga til grundar, ja, mong hús skulu verða oydd sigur HARRIN. KAPITUL Revsing yvir kvinnurnar í Samaria, Mangan er fólkið sligið og hevur tó ikki vent við, Hoyrið hetta orð, tit basanskýr á Samariafjalli, tit, sum kúga tey, ið lítið hava at týða, sum sora sundur hini fátæku og siga við menn tykkara: ?Komið við víni, so vit fáa drukkið!? Harrin HARRIN hevur svorið um heilagleika Sín: Dagar skulu koma á tykkum, táið tit skulu verða drignar avstað við krókum, og tær av tykkum, ið eftir eru, við onglum. Tá skulu tit fara út um múrskørðini, hvør beinu leið sína fram, og tit skulu kasta gudar tykkara burt sigur HARRIN. Farið til Betel og syndið! Farið til Gilgal og syndið, so munar! Berið hvønn morgun fram sláturoffur tykkara, triðjahvønn dag tíggjundir tykkara! Latið royk av súrgaðum breyði stíga upp sum takkoffur, boðið sjálvkravd offur kunngerið tey! Tí slíkt dámar tykkum, tit Ísraelsmenn! sigur Harrin HARRIN. Og tó havi Eg latið tykkum ganga við tómum munni í øllum býum tykkara og latið tykkum fattast breyð, allastaðni har tit búgva men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! sigur HARRIN. Eg havi sýtt tykkum regn, táið enn vóru tríggir mánaðir til heystið, og havi latið regna yvir ein bý og ikki yvir ein annan; ein akur fekk regn, og ein annar tornaði upp, tí einki regn kom á hann; tveir, tríggir býir reikaðu til ein og sama bý eftir vatni at drekka og fingu tó ikki tostan sløktan men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! sigur HARRIN. Eg havi sligið tykkum við kornbrenning og gulnan; grashoppurnar ótu upp allar urtagarðar og víngarðar, øll fikutrø og oljutrø tykkara men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! sigur HARRIN. Eg havi sent pest ímillum tykkara sum hinaferð í Egyptalandi; Eg havi dripið unglingar tykkara við svørði og latið hestar tykkara verða til herfong; Eg læt stinkin av heri tykkara stíga upp í nøs tykkara men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! sigur HARRIN. Eg havi stoytt umkoll býum hjá tykkum, sum Gud stoytti umkoll Sodoma og Gomorra, og tit vórðu sum brandur, ið ryktur er út úr eldinum men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! sigur HARRIN. Tí skal Eg gera so við teg, Ísrael! Og við tað at Eg fari at gera so við teg, tá ger teg til reiðar at møta Gudi tínum, Ísrael! Tí Hann, sum virkar fjøllini, skapir vindin og opinberar menniskjunum hugsanir teirra Hann, sum ger morgunroðan til myrkur og gongur eftir hæddum jarðarinnar HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara. KAPITUL Sorgarsongur, Ísrael kann einki gott finna, tí tað hevur valt skeiva leið, Hoyrið hetta orð sorgarsong, ið eg syngi um tykkum, hús Ísraels! Hon er fallin, hon kemur aldri á føtur, moyggin Ísrael; hon liggur sligin til jarðar í sínum egna landi, og eingin reisir hana upp! Tí so sigur Harrin HARRIN: Tann býur í húsi Ísraels, sum túsund fara út úr, skal hava hundrað eftir, og tann býur, ið hundrað fara út úr, skal hava tíggju eftir. Tí so sigur HARRIN við hús Ísraels: Søkið Meg, so skulu tit liva! Leitið ikki til Betel, farið ikki til Gilgal, og gangið ikki yvir til Be'erseba! Tí Gilgal skal fara í útlegd, og Betel skal verða til einkis. Søkið HARRAN, so skulu tit liva! Annars skal Hann koma yvir hús Jósefs sum eldur, ið skal oyða, uttan at Betel hevur nakran, ið sløkkir. Vei teimum, sum venda rættinum í malurt og sláa rættvísina til jarðar! Hann, sum hevur skapt Sjeystjørnuna og Orion, ger deyðaskuggan til morgun og ger dagin myrkan sum náttina Hann, sum rópar vatnið í sjónum og stoytir tað út yvir jørðina HARRIN er navn Hansara! Hann letur oyðing koma sum snarljós yvir hin sterka, leiðir undirgang yvir hina víggirdu borg. Teir hata tann, sum í portrinum roynir at fáa rættin fram, og teir skýggja tann, ið talar sannleika. Tí aftur fyri at tit traðka niður hin fátæka og taka korn frá honum í leigu, skulu tit ikki sleppa at búgva í húsunum av høgdum gróti, sum tit hava bygt tykkum, og ikki sleppa at drekka vín úr hinum yndisligu víngørðum, ið tit hava plantað tykkum. Tí Eg veit, at misbrot tykkara eru mong, og syndir tykkara nógvar í tali; tit kúga hin sakleysa, taka við loysigjaldi* og boyggja í portrinum rætt hinna fátæku. Tí tigur tann, ið klókur er, á slíkari tíð; tí hetta er ónd tíð. Leitið eftir hinum góða og ikki eftir hinum illa so sleppa tit at liva! Tá skal HARRIN Gud herskaranna vera við tykkum, sum Hann hevur sagt. Hatið hitt illa og elskið hitt góða, og latið rættin standa fastan í portrinum! Kanska HARRIN Gud herskaranna tá vísir leivd Jósefs náði. Tí sigur Harrin HARRIN, Gud herskaranna, so: Á øllum torgum skal venan vera at hoyra, og á øllum gøtum skulu tey rópa: ?Vei, vei!? Bóndin skal fáa boð um at koma til sorgarhátíð; við teir, ið kønir eru at syngja sorgarljóð, skulu tey siga: ?Syngið sorgarsong!? Í hvørjum víngarði skal venan vera at hoyra tí Eg skal ganga fram mitt ímillum tykkara! sigur HARRIN. Vei teimum, sum stunda eftir degi HARRANS! Hvat skulu tit gera við dag HARRANS! Hann er myrkur og ikki ljós. Sum táið ein flýggjar undan leyvu og møtir bjørn, og so, táið hann er komin til hús og styðjar seg at vegginum við hondini, verður bitin av ormi so verður tá. Ja, dagur HARRANS er myrkur og ikki ljós, bølamyrkur við ongum sólskini! Eg hati hátíðir tykkara, Mær leiðist við tær, Eg havi onga gleði av hátíðarsamkomum tykkara. Nei, um tit so ofra Mær brennioffur og matoffur, líka tey Mær ikki, og Eg vendi Mær ikki til takkoffur tykkara av gøðingarkálvum! Burt frá Mær við óljóðinum frá songi tykkara! Eg vil ikki hoyra hørpuspæl tykkara! Nei, dómurin skal koma fløðandi sum vatn, rættvísin sum løkur, ið aldri tornar upp! Bóru tit Mær sláturoffur og matoffur í oyðimørkini fjøruti ár, hús Ísraels! Nei, tit bóru tjald kongs* tykkara og stabbarnar undir myndum tykkara, stjørnu gudsins, ið tit høvdu gjørt tykkum! Eg skal reka tykkum burtur í útlegd, longur burtur enn til Damaskus sigur Hann, sum eitur HARRIN Gud herskaranna. KAPITUL Bæði Juda og Ísrael liva í lættsinni, hugmóði og órætti. Vei hinum tryggu á Zion og hinum sorgleysu á Samariafjalli tit fremstu í frumgróðurfólkinum, tit, sum hús Ísraels plagar at leita til! Farið yvir til Kalne og síggið, farið so haðani til Stóra Hamat og oman til Gat í Filistaralandi! Eru tey betri enn hesi ríki, og er land teirra størri enn land tykkara! tit, sum reka hin ónda dag langt burtur, men flyta órættvísistól nær til tykkara, tit, ið liggja á fílabeinsbeinkjum og letast á legum tykkara, sum eta lomb úr fylginum og kálvar úr fjósinum, sum syngja alt tvætl við hørpuljóði og hava upphugsað tykkum streingjaleik eins og Dávid! tit, ið drekka vín úr skálum og salva tykkum við bestu olju men syrgja ikki um skaða Jósefs! Tí skulu tey nú út av landinum, fremst millum teirra, ið herleidd verða, og letingageylinum skal vera endi á! Harrin HARRIN hevur svorið um Seg sjálvan sigur HARRIN Gud herskaranna -: Hugmóð Jákups býður Mær ímóti, Eg hati borgir hansara og skal geva í fíggindahond bæði býin og alt, sum í honum er. Og um tíggju menn eru eftir í einum húsi, skulu teir doyggja. Og næsti skyldmaður eins mans hann, ið brenna hann skal skal taka hann og bera beinini út úr húsinum; og hann skal siga við tann, sum er í innasta króki hússins: ?Er nakar eftir hjá tær?? Og hin skal svara: ?Nei, eingin!? Tá skal hann siga: ?Ver tigandi! Navn HARRANS má ikki verða nevnt!? Tí eftir boði HARRANS skal stóra hús verða sorað á grund, og lítla hús, so tað skrædnar. Munnu hestar renna upp ígjøgnum fjall, ella verður pløgt har við oksum! síðani tit hava vent rættinum í eitur og ávøkstum rættvísinnar í malurt, tit, sum gleða tykkum yvir tað, ið einki er, og sum siga: ?Er tað ikki við okkara egnu styrki, vit hava vunnið okkum veldi!? Tí Eg skal reisa upp tjóð móti tykkum, hús Ísraels sigur HARRIN Gud herskaranna og hon skal kúga tykkum, haðani sum leiðin liggur til Hamat og líka at løkinum á slættlendinum. KAPITUL Tríggjar sjónir um revsingina yvir Ísrael, Amazja prestur er ímóti Amos, Hesa sjón læt Harrin HARRIN meg síggja: Har var ein, sum skapti grashoppur, táið eftirgróðurin var farin at grógva eftirgróðurin, eftir at heystað var hjá kongi. Táið tær so høvdu etið upp allar urtir í landinum, segði eg: ?Harri HARRI, fyrigev! Hvussu skal Jákup halda hetta út, hann, ið so lítil er!? Tá angraði HARRIN tað. ?Tað skal ikki verða!? segði HARRIN. So læt Harrin HARRIN meg síggja hesa sjón: Harrin HARRIN kallaði á eldin til revsing; og eldurin át hitt stóra djúpið og var á veg at oyða arvalandið. Tá segði eg: ?Harri HARRI, halt uppat! Hvussu skal Jákup halda hetta út, hann, ið so lítil er!? Tá angraði HARRIN tað. ?Heldur ikki hetta skal verða!? segði Harrin HARRIN. Síðani læt Hann meg síggja hesa sjón: HARRIN stóð á loddrøttum múri við blýloddi í hondini. HARRIN segði við meg: ?Hvat sært tú, Amos?? Eg svaraði: ?Blýlodd.? Tá segði HARRIN: ?Eg skal nýta lodd millum fólk Mítt, Ísrael Eg fyrigevi teimum ikki longur. Offurheyggjar Ísaks skulu verða lagdir í oyði, halgidómar Ísraels skulu verða brotnir í grund, og Eg skal reisa Meg við svørði móti húsi Jeroboams.? Men Amazja prestur í Betel sendi Jeroboam kongi í Ísrael boð og læt siga: ?Amos hevur fingið í lag samansvørjing móti tær mitt í húsi Ísraels landið orkar ikki at bera øll orð hansara! Tí so hevur Amos sagt: ?Jeroboam skal falla fyri svørði, og Ísrael skal verða herleitt burt úr landi sínum.?? Og Amazja segði við Amos: ?Far leið tína, síggjari tín, slepp tær til Judaland og et breyð títt har har kanst tú vera profetur! Men í Betel skalt tú ikki profetera longur, tí tað er halgidómur kongs og tempul ríkisins.? Tá svaraði Amos Amazja so: ?Eg eri eingin profetur og eingin profetalærisveinur; eg eri fæhirði og henti ávøkst morberjatræsins. Men HARRIN tók meg frá fylginum, og HARRIN segði við meg: ?Far og profetera fyri fólki Mínum, Ísrael!? Og hoyr nú orð HARRANS! Tú sigur: ?Tú mást ikki profetera ímóti Ísrael og ikki tala móti húsi Ísaks!? Tí sigur HARRIN so: Kona tín skal verða skøkja í staðnum, synir tínir og døtur tínar skulu falla fyri svørði, jørð tín skal verða skift sundur við málisnøri, og sjálvur skalt tú doyggja í óreinum landi; og Ísrael skal fara herleitt av landi sínum.? KAPITUL Kúgan, lættsinni og aðrar syndir volda, at endi verður á Ísrael, Orð Guds verður tikið frá fólkinum, Nú læt Harrin HARRIN meg síggja hesa sjón: Har stóð kurv við stadnum ávøksti. Og Hann segði: ?Hvat sært tú, Amos?? Eg svaraði: ?Kurv við stadnum ávøksti.? Tá segði HARRIN við meg: ?Endin er komin yvir fólk Mítt, Ísrael; Eg fyrigevi teimum ikki longur.? Songirnir í borgini skulu tann dag umskiftast til venan sigur Harrin HARRIN; har liggja dungar av líkum; allastaðni verða tey tigandi kastað til síðis. Hoyrið hetta, tit, ið stunda eftir at gloypa hinum fátæka og gera enda á hinum spakføru í landinum tit, ið siga: ?Nær er sólkomudagurin at enda, so vit fáa selt korn, og sabbaturin, so vit fáa latið upp kornbúðirnar?? og gjørt efuna lítla, sekulin stóran og vektina falska, keypt hini ørmu fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar og selt lættikorn! HARRIN hevur svorið um stoltleika Jákups: Aldri skal Eg gloyma alt hetta, ið teir hava gjørt! Má ikki jørðin nøtra av hesum, og ein og hvør, ið á henni býr, syrgja! Má ikki øll jørðin stíga upp eins og Nilá, vaksa og minka sum Egyptalandsá! Tann dag sigur Harrin HARRIN skal Eg lata sólina ganga undir um middagin og gera myrkt á jørðini um alljósan dag. Eg skal umskifta hátíðir tykkara í sorg og allar songir tykkara í sorgarsongir; Eg skal klæða allar lendar í sorgarbúna og gera hvørt høvd skallut; Eg skal lata tað verða, sum táið ein syrgir einasta son sín, og lata tað enda við sorgardegi. Dagar skulu koma sigur Harrin HARRIN táið Eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði og ikki tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð HARRANS. Tá skulu tey reika frá einum havinum at øðrum og renna úr norðri í eystur; tey skulu fara higar og hagar at leita eftir orði HARRANS men ikki finna tað. Tann dag skulu hinar vøkru moyggjar og hinir ungu menn ørmaktast av tosta, tey, sum svørja um synd* Samaria, og sum siga: ?So satt sum gudur tín livir, Dan!? og: ?So satt sum hann livir, sum dýrkaður verður í Be'erseba!? Tey skulu falla og ikki koma aftur á føtur! KAPITUL Eftir enn ein revsidóm, talar Harrin um komandi frelsu Ísraels, Eg sá Harran standa við altarið, og Hann segði: Slá undir súluhøvdini, so gáttirnar ristast sora tey sundur, so tey detta niður yvir høvdini á teimum øllum! Seinastu leivdina av teimum skal Eg drepa við svørði: eingin teirra skal sleppa undan, eingin teirra skal bjargast. Bróta tey seg inn í deyðaríkið, skal hond Mín taka tey út haðani, og fara tey upp til Himmals, skal Eg stoyta teimum oman haðani; fjala tey seg á Karmelstindi, skal Eg leita tey upp og taka tey haðani, og fjala tey seg fyri eygum Mínum á botni havsins, skal Eg har geva orminum boð um at bíta tey; verða tey av fíggindum sínum flutt burt í útlegd, skal Eg geva svørðinum boð um at drepa tey ja, Eg skal lata eyga Mítt hvíla á teimum, til ilt og ikki til gott! Harrin HARRIN, Gud herskaranna, Hann, sum nemur við jørðina og hon bráðnar, og øll, ið á henni búgva, syrgja, ja, øll jørðin stígur upp eins og Nilá og minkar sum Egyptalandsá Hann hevur í Himli bygt hásal Sín og grundfest hvølv Sítt yvir jørðini, Hann rópar vatnið í sjónum og stoytir tað yvir jørðina HARRIN er navn Hansara. Eru tit Mær ikki sum Etioparar, tit Ísraelsmenn! sigur HARRIN; havi Eg ikki leitt Ísrael út av Egyptalandi, Filistarar úr Kaftor og Áramearar úr Kir! Eygu Harrans HARRANS eru vend móti hesum syndafulla ríki, og Eg skal strika tað út av jørðini tó skal Eg ikki heilt forkoma húsi Jákups sigur HARRIN. Tí Eg gevi tað boð, at hús Ísraels skal verða rist millum øll fólkasløg, eins og foykt verður í trognum, uttan at so mikið sum eitt korn fellur til jarðar. Fyri svørði skulu teir falla, allir syndarar í fólki Mínum, teir, sum siga: ?Vanlukkan skal ikki náa okkum og ikki koma á okkum!? Tann dag skal Eg reisa upp aftur falna hús Dávids; Eg skal múra aftur rivur tess, reisa aftur tað, sum niðurbrotið er av tí, og byggja tað upp aftur sum í gomlum døgum, so tey fáa tikið í ogn tað, sum eftir er av Edom, og øll heidningafólkini, ið navn Mítt er nevnt yvir sigur HARRIN, Hann, sum ger hetta. Dagar skulu koma sigur HARRIN táið tann, ið pløgir, skal náa tí, sum heystar, táið tann, ið treður vínber, skal náa tí, sum sáar sáðið, og táið vínberjaløgur skal dryppa av fjøllunum, og renna skal útav á øllum heyggjum. Tá skal Eg venda lagnu fólks Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra. Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum sigur HARRIN Gud tín. Ápostlasøgan KAPITUL Himmalsferðin, Mattias verður valdur til ápostul, Hina fyrru bókina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir at gera og læra, inntil tann dag Hann varð tikin upp, eftir at Hann við Heilaga Andanum hevði givið ápostlunum, sum Hann hevði útvalt, boð. Fyri teimum hevði Hann eisini, eftir at Hann hevði liðið, víst Seg livandi við mongum prógvum, við tað at Hann í dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til. Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað ?sum tit?, segði Hann, ?hava hoyrt Meg tala um. Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.? Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: ?Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?? Hann svaraði teimum: ?Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi. Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.? Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra. Sum teir nú stardu upp móti himli, í tí Hann fór burtur, stóðu hjá teimum tveir menn í hvítum klæðum. Teir søgdu: ?Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.? Tá fóru teir aftur til Jerúsalem av fjallinum, sum kallast Oljufjallið og er nær við Jerúsalem, sabbatsferð haðani. Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup. Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara. Á hesum døgum reistist Pætur mitt ímillum brøðurnar har var tá savnaður ein flokkur, okkurt um í tali; hann segði: ?Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus. Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu. Hann keypti sær nú jarðarstykki fyri lønina, ið hann hevði fingið fyri illgerð sína; og hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju, og allur innvølur hansara kom út. Hetta varð øllum kunnigt, sum í Jerúsalem búgva, og jørðin fekk eisini á teirra egna máli navnið Hakeldama, tað er Blóðjørð. Skrivað stendur jú í Sálmabókini: ?Bústaður hansara leggist í oyði, og eingin veri, sum býr í honum!? og: ?Annar taki embæti hansara!? Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.? Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias. Og teir bóðu soleiðis: ?Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra! Vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!? So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum. KAPITUL Heilagi Andin verður útheltur hvítusunnudag, Pætur heldur røðu um Jesus sum Kristus, Samkoman í Jerúsalem, Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði. Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í. Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga. Nú búðu í Jerúsalem Jødar, menn, sum óttaðust Gud, av øllum fólkasløgum undir himli. Táið hetta ljóð kom, streymaði hópurin saman, og tey vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum. Tey vórðu øll ovfarin og undraðust og søgdu: ?Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar? Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í? Vit, Partar, Medar og Elamitar, vit, sum búgva í Mesopotamia, Judea, Kappadokia, Pontus og Asia, í Frýgia, Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrene, og vit úr Róm, sum her búgva, bæði Jødar og trúskiftingar*, Kretar og Arabarar vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara!? Tey vórðu øll ovfarin og vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa. Og tey søgdu hvørt við annað: ?Hvat kann hetta vera?? Onnur søgdu spottandi: ?Teir eru fullir av søtum víni!? Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, tók til orða og talaði til teirra: ?Tit jødisku menn og øll tit, sum í Jerúsalem búgva! Hetta veri tykkum kunnigt lurtið eftir orðum mínum! Hesir eru ikki druknir, sum tit halda tað er jú triði tímin á deginum! Nei, hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti: ?So skal verða á síðstu døgum? sigur Gud ?at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar. Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera. Eg skal lata undur henda á himli uppi og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj. Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri. Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.? Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð! Jesus úr Nazaret, mann, ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerðum, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara so sum tit sjálvir vita Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit krossfestu Hann við hondum lógloysinga. Men Gud reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans; tí ikki var møguligt, at Hann kundi verða hildin av honum. Dávid sigur jú um Hann: ?Eg hevði altíð Harran fyri eygum Mínum; tí Hann er við høgru hond Mína, so Eg skal ikki vikast. Tí gleddist hjarta Mítt, og tunga Mín fegnaðist, ja, enntá hold Mítt skal hvíla í vón. Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot. Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.? Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag. Við tað at hann nú var profetur og vitsti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara, so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot. Henda Jesus reisti Gud upp sum vit allir eru vitni um. Eftir at Hann nú er settur høgt við høgru hond Guds og frá Faðirinum hevur fingið Heilaga Andan, sum lovaður var, hevur Hann úthelt Hann sum tit bæði síggja og hoyra. Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: ?Harrin segði við Harra mín: ?Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar, fótum Tínum til skammul!?? Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.? Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: ?Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?? Pætur svaraði teimum: ?Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans. Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru so mong sum Harrin Gud okkara kallar.? Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: ?Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!? Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um sálir. Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar. Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum. Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi; ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi. Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans; tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa. KAPITUL Pætur grøðir lamnan mann, Áminnir fólkið at venda við og trúgva á Jesus, Pætur og Jóhannes fóru saman niðan í templið um bønatíman sum var hin níggjundi. Maður, sum var lamin úr móðurlívi, varð nú borin hagar; hann settu teir hvønn dag við tær dyr tempulsins, sum kallaðust Føgrudyr, so hann fekk biðið tey um olmussu, sum inn í templið fóru. Táið hann sá Pætur og Jóhannes, í tí teir skuldu fara inn í templið, bað hann teir um olmussu. Tá festi Pætur eyguni á hann, Jóhannes við; og Pætur segði: ?Hygg á okkum!? Hann aktaði tá eftir teimum, við tað at hann væntaði sær okkurt frá teimum. Men Pætur segði: ?Silvur og gull eigi eg ikki, men tað, sum eg havi, gevi eg tær: Í navni Jesu Krists, Nazarearans reis teg og gakk!? Og hann tók í høgru hond hansara og reisti hann upp. Við tað sama kom styrki í føtur og øklar hansara, og hann sprakk upp og stóð og gekk; hann fór so inn í templið við teimum, og har gekk hann um og leyp og lovaði Gudi. Alt fólkið sá hann ganga um og lova Gudi. Og tey kendu hann, at hann var tann, ið hevði sitið við Føgrudyr tempulsins at fáa olmussu; og tey vóru ovfarin og full av ræðslu av tí, sum hent hann hevði. Meðan hann nú helt seg aftrat Pæturi og Jóhannesi, streymaði alt fólkið ovfarið saman um teir í tí súlugongini, sum kallast Sálomons. Táið Pætur sá hetta, segði hann við fólkið: ?Tit menn av Ísrael! Hví undrast tit á hetta? Hví stara tit á okkum, eins og vit av okkara egna mátti ella gudsótta høvdu gjørt, at hann fær gingið? Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, Gud fedra okkara, hevur givið tænara Sínum, Jesusi, dýrd, Honum, sum tit góvu upp og avnoktaðu fyri Pilatusi, táið hann dømdi, at Hann skuldi verða givin leysur. Men tit avnoktaðu hin Heilaga og Rættvísa og bóðu um, at manndrápari skuldi verða tykkum givin. Høvdinga lívsins drópu tit, Hann, sum Gud reisti upp frá hinum deyðu sum vit eru vitni um. Í trúnni á navn Hansara hevur navn Hansara styrkt henda, sum tit síggja og kenna, og trúgvin, ið virkað er við Honum, hevur fyri eygum tykkara alra gjørt, at hann nú fær nýtt allar limir sínar. Og nú, brøður! Eg veit, at tit gjørdu hetta, tí tit vitstu ikki betur bæði tit og ráðharrar tykkara. Men Gud læt á henda hátt tað ganga út, sum Hann frammanundan við munni alra profetanna hevði boðað at Kristus Hansara skuldi líða. Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus, sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi. Móses hevur jú sagt: ?Profet eins og meg skal Harrin Gud tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara; Hann skulu tit hoyra í øllum, sum Hann talar til tykkara. Og so skal verða, at hvør sál, sum hoyrir ikki tann profet, skal verða oydd úr fólkinum.? Somuleiðis allir profetarnir frá Sámuel og úteftir, so mangir sum hava talað, hava eisini sagt, at hesir dagar skuldu koma. Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, ið Gud gjørdi við fedrar okkara, táið Hann segði við Ábraham: ?Í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.? Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum.? KAPITUL Pætur og Jóhannes verða settir fastir. Pætur vitnar fyri ráðnum um Jesus sum Kristus, Bøn og samanhald samkomunnar, Meðan teir nú talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri templinum og Saddukeararnir á teir. Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi kunngjørdu uppreisnina frá hinum deyðu. Tí løgdu teir nú hond á teir og settu teir fastar inntil dagin eftir; tí tað var longu kvøld. Men mong av teimum, ið høvdu hoyrt orðið, komu til trúnna, og talið á monnunum varð nú um Dagin eftir savnaðust so ráðharrar og hinir elstu og hinir skriftlærdu teirra í Jerúsalem, eisini Annas høvuðsprestur og Kaifas, Jóhannes, Aleksander og allir, ið vóru av høvuðsprestaætt. Teir lótu leiða teir fram fyri seg og spurdu teir: ?Við hvørji kraft ella við hvørjum navni hava tit gjørt hetta?? Tá segði Pætur við teir, fyltur av Heilaga Andanum: ?Tit ráðharrar og elstu fólksins! Við tað at vit í dag verða tiknir til avhoyringar fyri vælgerð móti sjúkum manni um, hvørjum hann er grøddur við, so skulu tit allir og alt fólk Ísraels vita, at við navni Jesu Krists, Nazarearans, sum tit krossfestu, men sum Gud vakti upp frá hinum deyðu við Honum er tað, hesin stendur frískur fyri eygum tykkara. Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur. Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.? Táið teir sóu, hvussu hugreystir Pætur og Jóhannes vóru, og dugdu at síggja, at teir vóru ólærdir og leikir menn, undraðust teir. Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi. Og við tað at teir sóu mannin, ið grøddur var, standa hjá teimum, fingu teir ikki sagt ímóti. Teir bóðu teir tá fara út frá ráðnum. So ráðførdu teir seg hvør við annan og søgdu: ?Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at skilligt tekin er gjørt við teimum, er jú øllum opinbert, sum í Jerúsalem búgva, og tað kunnu vit ikki nokta. Men fyri at tað skal ikki breiða seg meiri út millum fólkið, so latið okkum strangliga hótta teir, ikki aftur at tala til nakað menniskja í hesum navni!? So róptu teir teir inn og forbuðu teimum heilt at tala ella læra í navni Jesusar. Men Pætur og Jóhannes svaraðu teimum: ?Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Gudi at lýða tykkum meir enn Gud! Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!? Teir hóttu teir tá enn meir og lótu teir so fara. Tí fyri fólksins skuld sóu teir sær ongar vegir til at straffa teir, við tað at øll lovaðu Gudi fyri tað, sum hent hevði. Tí maðurin, sum við hesum tekini var grøddur, var yvir ár. Táið teir nú vóru leysgivnir, komu teir til síni egnu og søgdu teimum frá øllum, ið høvuðsprestarnir og hinir elstu høvdu sagt við teir. Táið tey hoyrdu tað, lyftu tey av einum hjarta upp rødd sína til Gud og søgdu: ?Harri, Tú, sum hevur gjørt himmalin, jørðina og havið og alt, sum teimum er í! Tú hevur við munni Dávids, tænara Tíns, sagt: ?Hví froystu heidningarnir, og hví høvdu fólkini fáfongt í huga? Kongar jarðarinnar reistust, og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða Hansara.? Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda. Og nú, Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi, við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!? Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi. Allar flokkur teirra, ið komin vóru til trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál; ikki ein segði um nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna; nei, tey høvdu alt í felagsskapi. Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum. Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt, og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði. Jósef, sum av ápostlunum varð kallaður við tilnavninum Barnabas tað er útlagt: Troystarsonur Levitur, ættaður úr Kýpern seldi nakað av jørð, ið hann átti, og kom við peninginum og legði hann fyri føtur ápostlanna. KAPITUL Ánanias og Saffira, Stórverk ápostlanna, Teir verða settir fastir, Eingil Harrans fríar teir, Ráðið ætlar at drepa teir, Gamaliel, Ein maður, ið æt Ánanias, og Saffira, kona hansara, seldu ein eigindóm. Men hann tók, so kona hansara vitsti av, nakað burtur av tí, sum hann hevði fingið fyri hann; bert einum parti av tí kom hann við og legði tað fyri føtur ápostlanna. Tá segði Pætur: ?Ánanias! Hví hevur Satan fylt hjarta títt, so tú skuldi lúgva fyri Heilaga Andanum og taka nakað burtur av tí, sum tú fekst fyri jørðina? Var hon ikki tín, so leingi sum tú átti hana, og ráddi tú ikki yvir tí, sum hon varð seld fyri! Hví hevur tú sett tær hetta fyri í hjarta tínum? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum, men fyri Gudi!? Táið Ánanias hoyrdi hesi orð, fall hann niður og gav upp andan. Og stórur ótti kom á øll, ið hoyrdu hetta. Hinir ungu menninir reistust nú, gjørdu hann til og bóru hann út og jarðaðu hann. Okkurt um tríggjar tímar seinni kom kona hansara inn hon vitsti einki um tað, ið hent hevði. Pætur segði tá við hana: ?Sig mær, var tað fyri hetta virði, tit seldu jørðina?? Hon svaraði: ?Ja, fyri hetta virði!? Tá segði Pætur við hana: ?Hvussu ber tað til, at tit eru vorðin samsint um at freista Anda Harrans? Føtur teirra, ið hava jarðað mann tín, eru fyri durunum, og teir skulu bera teg út!? Við tað sama fall hon niður fyri føtur hansara og gav upp andan; og táið hinir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða. Teir bóru hana tá út og jarðaðu hana hjá manni hennara. Stórur ótti kom á alla samkomuna og á øll, ið hoyrdu hetta. Við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur gjørd millum fólkið. Tey hildu seg av einum hjarta saman í súlugong Sálomons. Av hinum tordi eingin at halda seg aftrat teimum; men fólkið prísaði teimum stórliga. Fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til Harran, bæði menn og kvinnur í hópatali. Ja, tey bóru hini sjúku út á gøturnar og løgdu tey á seingir og beinkir, fyri at um ikki annað, so tó skuggi Pæturs kundi bera á summi av teimum, táið hann kom. Eisini úr bygdunum har rundanum streymaði fólkið í hópatali til Jerúsalem og hevði við sær sjúk og slík, sum plágað vóru av óreinum andum. Og tey vórðu øll grødd. Tá reistust høvuðspresturin og allir teir, ið hildu við honum Saddukearaflokkurin og teir vórðu fullir av vreiði, løgdu hond á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna fangahúsið. Men eingil Harrans læt um náttina upp dyr fangahússins, leiddi teir út og segði: ?Farið avstað, stígið fram, og talið í templinum øll hesi orð lívsins fyri fólkinum!? Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir í lýsingini inn í templið og lærdu. Táið so høvuðspresturin og teir, ið við honum hildu, komu, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu av Ísraelsmonnum. So sendu teir boð í fangahúsið, at teir skuldu verða leiddir fram. Men táið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; teir komu tá aftur, bóru boð um hetta og søgdu: ?Fangahúsið funnu vit tryggiliga læst, og vaktarmenninir stóðu fyri durunum; men táið vit lótu upp, funnu vit ongan inni har.? Táið høvuðsmaður tempulsins og høvuðsprestarnir hoyrdu hesi orð, vitstu teir ikki, hvat teir skuldu hugsa um teir, og hvussu hetta fór at verða. Tá kom ein og bar teimum hesi boð: ?Menninir, ið tit settu í fangahús, standa í templinum og læra fólkið.? Tá fór høvuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum; tó nýttu teir ikki vald, tí teir høvdu ótta fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir. Táið teir so vóru komnir við teimum, leiddu teir teir fram fyri ráðið. Høvuðspresturin tók teir nú til avhoyringar og segði: ?Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni; og nú hava tit fylt Jerúsalem við læru tykkara og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum!? Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: ?Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju! Gud fedra okkara reisti upp Jesus, sum tit drópu við at heingja Hann á træ. Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving. Vit eru vitni Hansara um hetta og Heilagi Andin við Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann.? Táið teir hoyrdu hetta, skar tað teir í hjartað, og teir løgdu upp ráð um at drepa teir. Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv umhildin av øllum fólkinum; hann segði, at teir skuldu lata menninar fara út eitt sindur. So segði hann við teir: ?Tit menn av Ísrael! Ansið tykkum væl, hvat tit gera við hesar menn! Nakað síðani steig Teudas fram; hann segði seg at vera nakað, og flokkur av monnum fór at halda seg aftrat honum, okkurt um Men hann varð dripin, og allir, ið trúðu honum, spjaddust og vórðu til einkis. Eftir hann steig Judas úr Galilea fram tað var, táið skattaútskrivingin var; hann fekk mongd av fólki at fylgja sær eftir. Men eisini hann læt lív, og øll, sum trúðu honum, vórðu spjadd sundur. Nú sigi eg tykkum: Haldið tykkum frá hesum monnum, og gevið teimum frið! Tí er hetta ráð ella hetta verk frá menniskjum, so kemur tað upp í einki. Og er tað frá Gudi, kunnu tit ikki gera teir til einkis. Verðið ikki funnir slíkir, sum stríða móti Gudi!? Teir aktaðu nú hann; teir kallaðu ápostlarnar inn aftur og lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar. So lótu teir teir fara. Teir fóru so burtur frá ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld. Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus. KAPITUL Sjey menn verða valdir at standa fyri fátækrahjálpini, Samkoman veksur, Stefanus, Á hesum døgum, táið tal lærisveinanna vaks, byrjaðu Jødarnir, ið talaðu grikskt, at knarra móti Hebrearum um tað, at einkjur teirra fingu minni enn hinar við hina dagligu útbýtingina. Tá kallaðu hinir tólv saman allan lærisveinaflokkin og søgdu: ?Ikki sømir seg, at vit fara frá orði Guds til at tæna við borðini. Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv. Men vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins.? Hesi orð líkaði allari samkomuni væl. Teir valdu so Stefanus, mann, ið fullur var av trúgv og Heilaga Andanum, harnæst Filip, Prokorus, Nikanor, Timon, Parmenas og Nikolaus, mann úr Antiokia, sum hevði tikið við trúgv Jødanna. Hesar lótu teir stíga fram fyri ápostlarnar, og teir bóðu og løgdu hendurnar á teir. Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerúsalem vaks í stórum. Stórur hópur av prestunum gjørdist trúnni lýðin. Stefanus var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið. Tá stigu fram nakrir úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu og eftir monnum úr Kýrene og Aleksandria, somuleiðis nakrir av teimum úr Kilikia og Asia; og teir kjakaðust við Stefanus. Men teir vóru ikki førir fyri at standa móti vísdóminum og Andanum, ið hann talaði av. Tá fingu teir eftir loyniligari avgerð nakrar menn at siga: ?Vit hava hoyrt hann tala spottandi orð móti Mósesi og móti Gudi!? Teir østu so upp fólkið og hinar elstu og skriftlærdu, og teir løgdu hond á hann, drógu hann við sær og leiddu hann fyri ráðið. So førdu teir fram lygivitni, ið søgdu: ?Hetta menniskja gevur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini! Tí vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nazaret skal bróta niður hetta stað og broyta siðirnar, ið Móses gav okkum.? Táið nú allir, sum í ráðnum sótu, stardu á hann, var andlit hansara teimum eins og andlitið á eingli. KAPITUL Verjurøða Stefanusar, Hann verður steinaður, Høvuðspresturin segði nú: ?Er hetta so?? Hann svaraði: ?Brøður og fedrar, hoyrið meg! Gud dýrdarinnar vísti Seg fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotamia, áðrenn hann búsettist í Karan, og segði við hann: ?Far úr landi tínum og frá skyldfólki tínum, og far til landið, ið Eg skal vísa tær!? Tá fór hann avstað úr Kaldearalandi og búsettist í Karan. Og táið faðir hansara var deyður, flutti Gud hann haðani til hetta landið, sum tit nú búgva í. Men Hann gav honum ongan arvalut í tí, ikki so mikið sum fótbreidd; men Hann lovaði at geva honum tað í ogn og avkomi hansara eftir hann, tóat hann einki barn átti. Gud talaði so: ?Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og teir skulu gera tey til trælir og fara illa við teimum í ár. Men fólkið, ið tey skulu træla undir, skal Eg døma? segði Gud ?og so skulu tey fara út haðani og skulu tæna Mær á hesum staði.? Hann gav honum umskeringarsáttmálan. So fekk hann sonin Ísak og umskar hann áttanda dagin; Ísakur fekk Jákup, og Jákup hinar tólv ættarfedrarnar. Ættarfedrarnir bóru øvund móti Jósefi og seldu hann til Egyptalands. Men Gud var við honum, bjargaði honum úr øllum trongdum hansara og gav honum náði og vísdóm fyri eygum Faraos egyptalandskongs, sum setti hann til høvdinga yvir Egyptalandi og øllum húsi sínum. So kom hungur um alt Egyptaland og Kána'an, og stór trongd, og fedrar okkara funnu ikki føði. Men táið Jákup fekk at frætta, at korn var í Egyptalandi, sendi hann fedrar okkara hagar, fyrst einaferð. Og aðru ferð varð Jósef kendur aftur av brøðrum sínum, og Farao fekk at vita um ætt Jósefs. Tá sendi Jósef boð og læt faðir sín, Jákup, og alla ætt sína kalla til sín, sálir. Jákup fór nú suður til Egyptalands. Og hann og fedrar okkara doyðu. Teir vórðu fluttir til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt frá sonum Hemor í Sikem fyri virði í peningi. Sum nú tíðin nærkaðist, táið lyftið skuldi ganga út, sum Gud hevði givið Ábrahami, vaks fólkið og nørdist í Egyptalandi, inntil annar kongur steig fram, sum einki vitsti um Jósef. Hann nýtti svik móti fólki okkara, fór illa við fedrum okkara og noyddi tey at seta út nýføddu børn síni, so tey skuldu ikki koma at liva. Um ta tíðina varð Móses føddur, og hann var vakur fyri Gudi. Tríggjar mánaðir varð hann fostraður í húsi faðirs síns. Og táið hann var settur út, tók dóttir Farao hann upp og fostraði hann sum sín egna son. Móses varð so lærdur upp í øllum vísdómi Egypta, og megi var í orðum og verkum hansara. Men táið hann var ár, fekk hann í huga at vitja brøður sínar, Ísraelsmenn. Táið hann tá sá ein líða órætt, vardi hann hann og hevndi hann, ið illa varð viðfarin, hann drap Egyptan. Hann hugsaði tá, at brøður hansara fóru at skilja, at Gud gav teimum frelsu við hond hansara; men teir skiltu tað ikki. Dagin eftir kom hann til teirra, meðan teir klandraðust, áminti teir um at binda frið og segði: ?Tit menn, tit eru jú brøður! Hví gera tit hvør øðrum órætt?? Men hann, ið gjørdi næsta sínum órætt, koyrdi hann frá sær og segði: ?Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum! Tú ætlar kanska at drepa meg, sum tú drapst Egyptan í gjár!? Av hesi talu flýddi Móses og varð útlendingur í Midjanslandi; har fekk hann tveir synir. Táið so ár vóru gingin, vísti eingil seg fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjall í brennandi tornarunni. Táið Móses sá hetta, undraðist hann á sjónina; og táið hann fór hagar at hyggja, hvat tað var, ljóðaði rødd Harrans til hansara: ?Eg eri Gud fedra tína, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups.? Tá skalv Móses av ræðslu og tordi ikki at hyggja at tí. Men Harrin segði við hann: ?Loys skógvarnar av fótum tínum, tí staðið, ið tú stendur á, er heiløg jørð! Eg havi gjølla sæð, hvussu illa fólk Mítt verður viðfarið í Egyptalandi; Eg havi hoyrt suff teirra, og Eg eri komin niður at frelsa tey. Kom, lat Meg senda teg til Egyptalands!? Henda Móses, sum tey avnoktaðu, við tað at tey søgdu: ?Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara!? hann sendi Gud bæði til høvdinga og frelsara, við hond eingilsins, ið vísti seg fyri honum í tornarunninum. Hann var tann, ið leiddi tey út, og sum gjørdi undur og tekin í Egyptalandi, í Reyðahavi og í oyðimørkini ár. Hann er tann Móses, ið segði við Ísraelsmenn: ?Profet líkan mær skal Gud reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.? Hann er tann, sum í samkomuni í oyðimørkini var við einglinum, ið talaði við hann á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; og hann fekk livandi orð at geva okkum. Hann vildu fedrar okkara ikki akta, men koyrdu hann frá sær og vendu sær í hjarta sínum til Egyptalands teir søgdu við Áron: ?Ger okkum gudar, sum kunnu ganga fyri okkum! Tí hesin Móses, ið leiddi okkum út av Egyptalandi hvat av honum er vorðið, vita vit ikki.? Teir gjørdu kálv á teimum døgum og bóru fram offur til avgudin, og teir gleddust yvir handaverk síni. Tá vendi Gud Sær frá teimum og gav tey yvir til at dýrka her himmalsins sum skrivað er í bók profetanna: ?Mundu tit, hús Ísraels, bera Mær fram sláturoffur og onnur offur ár í oyðimørkini! Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds myndirnar, ið tit gjørdu tykkum at tilbiðja. Tí skal Eg flyta tykkum burtur, longur enn til Bábylon.? Fedrar okkara høvdu í oyðimørkini vitnisburðartjaldið, soleiðis sum Hann, ið talaði við Móses, gav honum boð um at gera tað eftir fyrimyndini, ið hann hevði sæð. Hetta tóku fedrar okkara í arv og fluttu tað við Josva inn í landið, sum heidningarnir áttu, ið Gud rak burtur frá ásjón fedra okkara líka til dagar Dávids. Hann fann náði hjá Gudi og bað um, at hann skuldi finna Gudi Jákups bústað. Men Sálomon bygdi Honum hús. Tó, hin Hægsti býr ikki í húsum, ið gjørd eru við hondum sum profeturin sigur: ?Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín; hvat hús ætla tit at byggja Mær! sigur Harrin og hvar er staðið, ið Eg skal hvíla á! Hevur ikki hond Mín gjørt alt hetta!? Hørðu hálsar tykkara við óumskornum hjørtum og oyrum! Tit standa altíð Heilaga Andanum ímóti; so gjørdu fedrar tykkara, og so gera tit! Hvør av profetunum varð ikki atsøktur av fedrum tykkara! Teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu, at hin rættvísi skuldi koma, og Hann hava tit nú svikið og myrt tit, sum fingu lógina, givna við einglum, men hava ikki hildið hana!? Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjørtuni, og teir gríslaðu tenn móti honum. Men hann var fullur av Heilaga Andanum og hugdi alla tíðina upp til Himmals. Og hann sá dýrd Guds og Jesus standa við høgru hond Guds. Hann segði: ?Nú síggi eg Himlarnar opnar og Menniskjasonin standa við høgru hond Guds!? Tá róptu teir hart, hildu fyri oyruni, lupu allir sum ein á hann, koyrdu hann út úr staðnum og steinaðu hann. Vitnini løgdu klæðini frá sær við føturnar á ungum manni, ið æt Saul. So steinaðu teir Stefanus; men hann bað og segði: ?Harri Jesus, tak móti anda mínum!? Og hann fall á knæ og rópti hart: ?Harri, lat teir ikki gjalda hesa synd!? Táið hann hetta hevði sagt, sovnaði hann. KAPITUL Saul søkir at samkomuni, Orðið verður kunngjørt í Samaria, Hirðmaðurin úr Etiopia, Saul samtykti í, at hann varð dripin. Og sama dag brast á hørð atsókn móti samkomuni í Jerúsalem; tey vórðu øll spjadd um Judea- og Samarialand, øll uttan ápostlarnir. Men nakrir menn, ið óttaðust Gud, jarðaðu Stefanus og hildu mikið sorgarljóð yvir honum. Saul fór illa við samkomuni; hann gekk í hvørt hús og dró avstað bæði menn og kvinnur og læt tey seta í fangahús. Tey, sum spjadd vóru, gingu nú um og kunngjørdu orð evangeliums. Filip kom tá til bý í Samaria og prædikaði Kristus fyri teimum. Av einum hjarta gav fólkið tí gætur, sum Filip talaði; tí tey hoyrdu og sóu tekinini, ið hann gjørdi. Tí óreinir andar fóru út úr mongum, ið sett vóru av teimum, og teir róptu hart; og mong lamin og vanfør vórðu grødd. Og stór gleði varð har í býnum. Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt. Honum góvu tey ans, bæði smá og stór, og søgdu: ?Henda er tað, tey kalla stóru kraft Guds.? Tey góvu honum ans, av tí at hann í langa tíð hevði gjørt tey ovfarin við gandabrøgdum sínum. Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur. Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin. Táið ápostlarnir í Jerúsalem fingu at hoyra, at Samaria hevði tikið við orði Guds, sendu teir Pætur og Jóhannes til teirra. Táið teir komu hagar, bóðu teir fyri teimum, at tey skuldu fáa Heilaga Andan. Tí Hann var ikki enn fallin á nakað av teimum; tey vóru bert doypt til navn Harrans Jesusar. Teir løgdu tá hendurnar á tey, og tey fingu Heilaga Andan. Táið Símun tá sá, at Heilagi Andin varð givin, við at ápostlarnir løgdu hendurnar á tey, kom hann við peningi til teirra og segði: ?Gevið eisini mær hetta vald, at tann, ið eg leggi hendurnar á, fær Heilaga Andan!? Tá segði Pætur við hann: ?Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening! Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði, tí hjarta títt er ikki rætt fyri Gudi. Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin! Tí eg síggi, at tú liggur í beiskleikagalli og órættvísileinkju.? Tá svaraði Símun: ?Biðið tit til Harran fyri mær, at einki av tí, sum tit hava sagt, skal koma á meg!? Táið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir aftur til Jerúsalem, og teir kunngjørdu evangeliið í nógvum av bygdum Samverja. Eingil Harrans talaði til Filip og segði: ?Reis teg og far suður eftir eftir vegnum, ið gongur úr Jerúsalem oman til Gaza!? Hesin vegur er oyðin. Hann reistist tá og fór. Og har var Etiopari, hirðmaður, høgur maður hjá Kandake drotning í Etiopia; hann var settur yvir allar skattir hennara. Hann var komin til Jerúsalem at tilbiðja og var nú heimaftur á veg; hann sat í vagni sínum og las Esaias profet. Tá segði Andin við Filip: ?Far og halt teg nær at hasum vagni!? Filip rann tá hagar og hoyrdi hann lesa Esaias profet; og hann segði: ?Skilir tú tað, ið tú lesur?? Hann svaraði: ?Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!? Og hann bað Filip koma upp og seta seg hjá sær. Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta: ?Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin. Í tí at Hann varð settur lágt, varð dómur Hansara tikin burtur; og hvør kann siga frá ætt Hansara! Tí lív Hansara verður tikið burtur av jørðini.? Hirðmaðurin tók tá til orða og segði við Filip: ?Eg biði teg, sig mær: Um hvønn sigur profeturin hetta, um seg sjálvan ella um ein annan?? Tá læt Filip upp munnin; hann gekk út frá hesum skriftstaði og kunngjørdi honum evangeliið um Jesus. Sum teir nú ferðaðust fram eftir vegnum, komu teir fram á vatn, og hirðmaðurin segði: ?Hygg, her er vatn hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?? Filip svaraði: ?Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.? Hann svaraði: ?Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!?* Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann. Táið teir so komu upp úr vatninum, rykti Andi Harrans Filip burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki aftur; tí hann fór leið sína við gleði. Men Filip varð funnin í Asdod, og hann fór um og kunngjørdi evangeliið í øllum býunum, inntil hann kom til Kesarea. KAPITUL Umvending Sauls, Hann boðar evangeliið í Damaskus og Jerúsalem, Pætur grøðir Eneas, Vekur upp Tabitu, Men Saul froysti við sama lagi hóttur og morð móti lærisveinum Harrans. Hann fór til høvuðsprestin og bað hann um brøv til Damaskus, til sýnagogurnar har, fyri at, um hann fann nøkur, menn ella kvinnur, sum hoyrdu til vegin*, hann tá kundi føra tey bundin til Jerúsalem. Men meðan hann var á veg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann, og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: ?Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?? Tá segði hann: ?Hvør ert Tú, Harri?? Hann svaraði: ?Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at. Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!? Menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir, tí teir hoyrdu víst røddina, men sóu ongan. Saul reistist nú upp av jørðini; men táið hann læt upp eyguni, sá hann einki. Teir tóku tá í hond hansara og leiddu hann inn í Damaskus. Og tríggjar dagar var hann uttan sjón og hvørki át ella drakk. Í Damaskus var lærisveinur, ið æt Ánanias. Við hann segði Harrin í sjón: ?Ánanias!? Hann svaraði: ?Her eri eg, Harri!? Harrin segði við hann: ?Reis teg, far í gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsi Judasar eftir einum, ið eitur Saul, úr Tarsus tí hann biður! Hann hevur í sjón sæð mann, ið eitur Ánanias, koma inn og leggja hendurnar á seg, fyri at hann skuldi fáa sjón sína aftur.? Tá svaraði Ánanias: ?Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt hinum heiløgu Tínum í Jerúsalem! Og her hevur hann vald frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn Títt.? Men Harrin segði við hann: ?Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn. Tí Eg skal vísa honum, hvussu nógv hann skal líða fyri navns Míns skuld.? Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: ?Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.? Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur. So fekk hann sær at eta og styrknaði. Hann varð nú nakrar dagar hjá lærisveinunum í Damaskus. Og við tað sama prædikaði hann Jesus í sýnagogunum, at Hann er Sonur Guds. Øll, ið hoyrdu hann, vóru ovfarin og søgdu: ?Er hetta ikki hann, sum í Jerúsalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navn! Hann var jú komin higar at føra tey bundin til høvuðsprestarnar!? Men Saul mentist og tepti Jødarnar, sum í Damaskus búðu, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus. Táið nú long tíð var umliðin, løgdu Jødarnir upp ráð um at drepa hann. Men Saul fekk at vita um ráðini, teir høvdu lagt upp móti honum. Teir hildu eisini vakt við portrini bæði dag og nátt fyri at drepa hann. Men lærisveinarnir tóku hann á náttartíð og lótu hann út ígjøgnum múrin; teir sígdu hann niður í kurv. Táið hann so kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar. So gekk hann tá inn og út hjá teimum í Jerúsalem og vitnaði hugreystur í navni Harrans. Og hann tosaði við Jødarnar, sum talaðu griskt, og hevði orðadrátt við teir. Teir royndu tá at drepa hann; men táið brøðurnir fingu tað at vita, fóru teir til Kesarea við honum og sendu hann haðani til Tarsus. Samkoman hevði nú frið um alt Judea, Galilea og Samaria; hon varð uppbygd og livdi í ótta Harrans og vaks við hjálp Heilaga Andans. Nú hendi tað, sum Pætur ferðaðist um allastaðni, at hann eisini kom til hini heiløgu, sum í Lydda búðu. Har fann hann mann, sum æt Eneas; hann hevði í átta ár ligið á songini og var lamin. Pætur segði við hann: ?Eneas! Jesus Kristus grøðir teg. Far upp og reið sjálvur song tína!? Tá fór hann við tað sama upp. Øll, sum í Lydda og Saron búðu, sóu hann, og tey vendu við til Harran. Í Joppe var millum lærisveinarnar kvinna, ið æt Tabita, tað er útlagt: Dorkas*. Hon var rík av góðum verkum og gav nógvar olmussur. Nú varð hon á teimum døgum sjúk og doyði. Tey vaskaðu hana tá og løgdu hana í ein sal í erva. Og við tað at Lydda var nær við Joppe, og lærisveinarnir høvdu frætt, at Pætur var har, sendu teir tveir menn til hansara og bóðu hann: ?Kom til okkara drála ikki!? Pætur reistist tá og fór við teimum. Táið hann kom hagar, fóru tey upp í salin í erva við honum, og allar einkjurnar stóðu hjá honum og grótu og vístu kyrtlarnar og klæðini, ið ?Hindin? hevði gjørt, meðan hon var hjá teimum. Tá segði Pætur við tey, at tey skuldu øll fara út; so fall hann á knæ og bað; síðani vendi hann sær til hitt deyða likamið og segði: ?Tabita, reis teg!? Hon læt tá upp eyguni, og táið hon sá Pætur, settist hon upp. Hann rætti henni tá hondina og reisti hana upp. So rópti hann hini heiløgu og einkjurnar inn og leiddi hana fram fyri tey, livandi. Hetta spurdist um alt Joppe, og mong komu til trúgv á Harran. Eftir hetta varð hann langa tíð í Joppe hjá garvara, ið æt Símun. KAPITUL Kornelius. Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri herliðinum, ið kallaðist hitt italska. Hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og altíð bað til Gud. Hann sá skilliga í sjón um níggjunda tíman á deginum eingil Guds, sum kom inn til hansara og segði við hann: ?Kornelius!? Hann stardi uppá hann og varð ógvuliga ræddur og segði: ?Hvat er tað, harri?? Hann segði við hann: ?Bønir tínar og olmussur tínar eru stignar upp, so at Gud minnist tær! Send nú nakrar menn til Joppe og fá til tín ein Símun, sum hevur tilnavnið Pætur! Hann heldur til hjá garvara, ið eitur Símun, og sum hevur hús við sjógvin.? Táið nú eingilin, ið tosaði við hann, var farin frá honum, kallaði hann til sín tveir av tænarum sínum og ein hermann, ið óttaðist Gud ein av teimum, ið altíð vóru um hann og segði teimum tað alt samalt og sendi teir til Joppe. Men dagin eftir, meðan hesir vóru á veg og nærkaðust býnum, fór Pætur um sætta tíman upp á takið at biðja. Hann varð tá ógvuliga svangur og vildi hava at eta. Meðan tey nú gjørdu tað til, fall hann í burturrykking. Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina. Í tí vóru øll fýrføtt dýr og skriðdýr jarðarinnar og fuglar himmalsins. Rødd ljóðaði til hansara: ?Reis teg, Pætur, drep og et!? Men Pætur svaraði: ?Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.? Uppaftur, aðru ferð, ljóðaði rødd til hansara: ?Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!? Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals. Meðan Pætur nú ikki vitsti, hvat hann skuldi hugsa um hesa sjón, ið hann hevði sæð, hvat hon mundi hava at týða, tá stóðu menninir, ið Kornelius hevði sent, fyri portrinum; teir høvdu spurt seg fram til hús Símunar. Teir róptu og spurdu, um Símun, sum hevði tilnavnið Pætur, helt til har. Meðan Pætur nú hugsaði um sjónina, segði Andin við hann: ?Tríggir menn leita eftir tær. Reis teg, far oman og far við teimum uttan at ivast! Tí Eg havi sent teir.? So fór Pætur oman til menninar og segði: ?Eg eri tann, ið tit leita eftir! Av hvørji grund eru tit komnir higar?? Teir svaraðu: ?Kornelius høvuðsmaður, rættvísur maður, sum óttast Gud og hevur góðan vitnisburð frá øllum Jødafólkinum, fekk frá heiløgum eingli boð, at hann skuldi heinta teg til sín og hoyra, hvat tú hevur at siga.? Hann bað teir tá koma inn og hýsti teimum. Og dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum í Joppe fóru við honum. Næsta dagin komu teir til Kesarea. Kornelius bíðaði eftir teimum og hevði kallað skyldfólk sítt og næstu vinir sínar saman. Táið Pætur nú kom inn, fór Kornelius ímóti honum, fall niður fyri føtur hansara og tilbað hann. Men Pætur reisti hann upp og segði: ?Reis teg! Eisini eg eri menniskja!? Og samtalandi við hann fór hann inn; har fann hann mong samankomin. Hann segði við tey: ?Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari tjóð ella fara inn til hansara; men mær hevur Gud víst, at eg skal einki menniskja kalla vanheilagt ella óreint. Tí setti eg meg heldur ikki ímóti at koma, táið eg fekk boð. Og nú spyrji eg tykkum: Av hvørji grund hava tit sent boð eftir mær?? Tá svaraði Kornelius: ?Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær. Hann segði: ?Kornelius! Bøn tín er hoyrd, og olmussur tínar eru í minni fyri ásjón Guds. Send tí boð til Joppe og lat Símun, sum hevur tilnavnið Pætur, kalla til tín! Hann heldur til í húsi Símunar garvara við sjógvin; hann skal tala til tín, táið hann kemur.? Tí sendi eg við tað sama boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Og nú eru vit øll stødd her fyri ásjón Guds at hoyra alt, ið tú hevur fingið boð um av Harranum.? Tá læt Pætur upp munnin og segði: ?Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun, men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi. Orðið, ið Hann sendi út til Ísraelsmenn, táið Hann við Jesusi Kristi sum er Harri alra kunngjørdi frið í evangeliinum, tað orðið kenna tit, tað, sum út er farið um alt Judea, eftir at tað byrjaði í Galilea, aftan á dópin, ið Jóhannes prædikaði um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á tí Gud var við Honum. Vit eru vitni um alt, ið Hann gjørdi, bæði úti um land Jødanna og í Jerúsalem. Hann drópu teir hongdu Hann á træ. Men Gud reisti Hann upp triðja dagin og gav Honum at opinbera Seg, ikki fyri øllum fólkinum, men fyri vitnunum, ið frammanundan vóru vald av Gudi fyri okkum, ið ótu og drukku saman við Honum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu. Og Hann gav okkum boð um at prædika fyri fólkinum og vitna, at Hann er hin av Gudi setti dómari yvir livandi og deyðum. Honum geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann, fær fyrigeving syndanna við navni Hansara.? Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu. Allir hinir umskornu trúgvandi, sum við Pæturi vóru komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnar við; tí teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi. Tá tók Pætur til orða og segði: ?Kann nakar sýta hesum vatnið, at tey skulu ikki verða doypt tey, sum tó hava fingið Heilaga Andan líka væl sum vit!? Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar. KAPITUL Pætur sigur samkomuni í Jerúsalem frá tilburðinum í kap., Samkoman í Antiokia, Barnabas og Saul, Ápostlarnir og brøðurnir, sum í Judea vóru, fingu nú at frætta, at eisini heidningarnir høvdu tikið við orði Guds. Táið Pætur so kom niðan til Jerúsalem, settu teir, sum umskornir vóru, at honum og søgdu: ?Tú fórt inn til óumskornar menn og átst við teimum!? Tá fór Pætur at greiða teimum frá øllum, hvørjum undan øðrum, frá byrjan av; hann segði: ?Eg var í býnum Joppe, og bað har; tá sá eg í burturrykking sjón: Nakað eins og stórur dúkur dalaði niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður av Himli og kom tætt til mín. Eg stardi á tað og aktaði eftir tí, og sá tá hini fýrføttu dýr jarðarinnar, hini villu dýrini, skriðdýrini og fuglar himmalsins. Eg hoyrdi eisini rødd, ið segði við meg: ?Reis teg, Pætur, drep og et!? Men eg svaraði: ?Minni enn so, Harri! Aldri er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!? Rødd svaraði aðru ferð av Himli: ?Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!? Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt samalt drigið upp aftur til Himmals. Í tí sama stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, har sum eg var; teir vóru sendir til mín úr Kesarea. Og Andin segði við meg, at eg skuldi fara við teimum uttan at ivast. Hesir seks brøður komu eisini við mær, og vit komu inn í hús mansins. Hann segði okkum tá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa í húsi sínum og siga: ?Send boð til Joppe og fá til tín Símun, sum hevur tilnavnið Pætur! Hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við, tú og alt hús títt.? Táið eg so var farin at tala, fall Heilagi Andin á tey eins og á okkum í upphavi. Tá runnu mær orð Harrans í hug, hvussu Hann segði: ?Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum.? Gav nú Gud teimum somu gávu sum okkum, táið tey vóru komin til trúgv á Harran Jesus Kristus, hvør var tá eg, at eg skuldi kunna seta meg ímóti Gudi!? Táið teir hetta hoyrdu, høvdu teir ikki meir at siga; og teir prísaðu Gudi og søgdu: ?So hevur Gud givið eisini heidningunum umvending til lív!? Tey, sum spjadd vóru við atsóknini, ið stóðst av Stefanusi, fóru nú um, líka til Fønikia, Kýpern og Antiokia, men talaðu orðið til ongan uttan bert til Jødar. Men millum teirra vóru nakrir menn úr Kýpern og Kýrene, sum komu til Antiokia, og har talaðu teir til Grikkar við og kunngjørdu teimum evangeliið um Harran Jesus. Hond Harrans var við teimum; stórt tal kom til trúgv og vendi við til Harran. Tíðindini um hetta komu nú samkomuni í Jerúsalem fyri oyru, og teir sendu Barnabas til Antiokia. Táið hann so kom hagar og fekk náði Guds at síggja, gleddist hann; og hann áminti øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran. Tí hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv. Og stórur skari varð vunnin fyri Harran. So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum. Heilt ár vóru teir nú saman har í samkomuni og lærdu stóran skara. Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir. Á hesum døgum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiokia. Ein teirra hann æt Agabus reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; hon kom eisini á døgum Klaudiusar. Tá gjørdu lærisveinarnir av, at teir skuldu senda brøðrunum, sum í Judea búðu, nakað til hjálpar, ein og hvør eftir førimuni sínum. Hetta gjørdu teir við; og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu. KAPITUL Heródes kongur søkir at hinum kristnu. Jákup verður dripin, Pætur verður settur fastur, men fríaður av eingli, Deyði Heródesar, Um hesa tíðina legði Heródes kongur hond á nøkur av samkomuni og fór illa við teimum. Jákup, bróður Jóhannes, læt hann drepa við svørði. Táið hann sá, at hetta líkaði Jødunum væl, helt hann fram og læt eisini Pætur taka. Tá vóru dagar hinna ósúrgaðu breyða. Táið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og álegði fýra vaktarskiftum við fýra hermonnum í hvørjum at hava hann í varðveitslu; tí eftir páskir ætlaði hann at leiða hann fram fyri fólkið. So varð nú vakt hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum. Táið nú Heródes skuldi fara at leiða hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn og var bundin við tveimum leinkjum; og vaktarmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt yvir fangahúsinum. Tá stóð eingil Harrans har, og ljós skein í fangarúminum; hann sló Pætur í síðuna, vakti hann og segði: ?Reis teg, ver skjótur!? Og leinkjurnar fullu av hondum hansara. Eisini segði eingilin við hann: ?Gyrð teg og lat teg í skógvarnar!? Hann so gjørdi. So segði hann við hann: ?Kasta kappa tín um teg og kom við mær!? Hann fór tá út og fylgdi honum; hann vitsti ikki, at tað, sum eingilin gjørdi, var veruleiki, men helt, at tað var sjón, hann sá. Teir gingu nú fyrst fram við eini vakt og so fram við aðrari og komu tá til jarnportrið, ið gekk út til staðin; tað fór upp fyri teimum av sær sjálvum, og teir komu út og gingu gjøgnum eina gøtu; í tí sama skiltist eingilin frá honum. Táið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: ?Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil Sín út og fríað meg av hond Heródesar og frá øllum, sum Jødafólkið hevði væntað sær!? Táið hann nú hevði summað seg, fór hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu. Táið hann bankaði á porturdyrnar, kom arbeiðskona, ið æt Rode, at vita, hvør tað var. Táið hon kendi mál Pæturs, varð hon so glað, at hon læt ikki upp portrið, men leyp inn og segði, at Pætur stóð uttanfyri. Tá søgdu tey við hana: ?Tú ert í ørviti!? Men hon segði, at tað skuldu tey trúgva, at so var. Tá søgdu tey: ?Tað er eingil hansara!? Men Pætur helt á at banka; og táið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin. Hann gjørdi við hondini tekin til teirra, at tey skuldu tiga; so segði hann teimum, hvussu Harrin hevði leitt hann út úr fangahúsinum, og legði aftrat: ?Sigið Jákupi og brøðrunum hetta!? Síðani fór hann út og fór til annað stað. Táið nú var vorðið dagur, var ikki smávegis standur av hermonnunum um, hvat ið var vorðið av Pæturi. Heródes læt leita eftir honum og fann hann ikki; so tók hann vaktarmenninar til avhoyringar og beyð, at teir skuldu verða dripnir. Síðani fór hann úr Judea til Kesarea og varð verandi har. Hann var ógvuliga illur inn á fólkið í Týrus og Sidon. Men teir komu samráddir til hansara; og táið teir høvdu fingið Blastus, kamarharra kongsins, í part við sær, bóðu teir um frið; tí land teirra hevði innløgur úr landi kongsins. Ásettan dag læt nú Heródes seg í kongaskrúð, settist í hásætið og helt røðu til teirra. Fólkið rópti til hansara: ?Hetta er rødd Guds og ikki menniskjarødd!? Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan. Men orð Guds hevði framgongd og útbreiddist. Barnabas og Saul komu so aftur úr Jerúsalem, táið teir høvdu fullført tænastu sína, og teir høvdu við sær Jóhannes, sum hevði tilnavnið Markus. KAPITUL Paulus og Barnabas verða sendir út at prædika orðið, Teir eru í Kýpern, Í Antiokia í Pisidia, Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul. Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: ?Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!? Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað. Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern. Táið teir vóru komnir til Salamis, kunngjørdu teir orð Guds í sýnagogum Jødanna. Teir høvdu eisini Jóhannes við at ganga sær til handa. Táið teir nú høvdu ferðast um alla oynna, líka til Pafus, hittu teir gandakall, lygiprofet, Jøda, ið æt Barjesus. Hann var hjá landshøvdinganum, Sergiusi Paulusi, sum var vitigur maður. Landshøvdingin kallaði Barnabas og Saul til sín og bað um at fáa orð Guds at hoyra. Men Elymas, gandakallurin tí so er navn hansara útlagt stóð teimum ímóti og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni. Tá varð Saul sum eisini kallaðist Paulus fyltur av Heilaga Andanum, hugdi hvast uppá hann og segði: ?Á djevulsbarn títt, tú, sum fullur ert av øllum sviki og óndskapi, fíggindi als, ið rætt er! Vilt tú ikki geva uppat at rangsnúgva beinu vegum Harrans! Og nú hond Harrans er á tær, og tú skalt verða blindur og eina tíð ikki síggja sólina!? Við tað sama fall toka og myrkur á hann, og hann gekk um og leitaði eftir onkrum, ið kundi leiða hann. Táið landshøvdingin sá hetta, ið hent hevði, kom hann til trúgv, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. Paulus og teir, ið við honum vóru, fóru so við skipi úr Pafus og komu til Perge í Pamfýlia. Men Jóhannes skiltist frá teimum og fór aftur til Jerúsalem. Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust. Táið nú upp var lisið úr lógini og profetunum, sendu sýnagogustjórarnir boð yvir til teirra og lótu siga: ?Tit menn, brøður! Hava tit orð at áminna fólkið við, so talið!? Tá reistist Paulus, gav tekin við hondini, at tøgn skuldi vera, og segði: ?Tit menn av Ísrael, og tit, ið óttast Gud lurtið eftir! Gud hjá hesum fólki, Ísrael, útvaldi fedrar okkara; Hann setti fólkið høgt, meðan tey vóru útlendingar í Egyptalandi, og leiddi tey við upplyftum armi út haðani. Og um ár toldi Hann atburð teirra í oyðimørkini. Hann oyddi sjey fólkasløg í Kána'anslandi og skifti land teirra í arv millum teirra. Eftir hetta gav Hann teimum dómarar í okkurt um ár, inntil Sámuel profet. So bóðu teir um kong, og Gud gav teimum Saul, son Kis, mann av ætt Benjamins, í ár. Táið Hann so hevði sett hann av, reisti Hann teimum Dávid upp til kong. Honum gav Hann eisini henda vitnisburð: ?Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.? Av ætt hansara læt Gud eftir lyfti Sínum Jesus koma, Ísrael til Frelsara, eftir at Jóhannes, undan komu Hansara, hevði prædikað umvendingardóp fyri øllum fólki Ísraels. Táið Jóhannes var tætt við endan av skeiði sínum, segði hann: ?Tann, ið tit halda meg vera, eri eg ikki; men eftir meg kemur ein, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.? Tit menn, brøður, synir ættar Ábrahams, og teir ímillum tykkara, sum óttast Gud! Okkum er orðið um hesa frelsu sent. Tí teir, sum í Jerúsalem búgva, og ráðharrar teirra kendu Hann ikki; teir dømdu Hann og uppfyltu soleiðis orð profetanna, sum hvønn sabbat verða lisin upp. Og tóat teir onga deyðasøk funnu hjá Honum, bóðu teir Pilatus um, at Hann skuldi verða dripin. Táið teir so høvdu fullført alt, ið skrivað er um Hann, tóku teir Hann niður av trænum og løgdu Hann í grøv. Men Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, og Hann opinberaði Seg í nógvar dagar fyri teimum, sum vóru farnir við Honum úr Galilea til Jerúsalem, og sum nú eru vitni Hansara fyri fólkinum. Vit kunngera tykkum nú evangeliið um lyftið, ið givið varð fedrunum at tað hevur Gud uppfylt okkum, børnum teirra, táið Hann reisti Jesus upp soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálmi: ?Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag.? Og at Hann hevur reist Hann upp frá hinum deyðu, so Hann ikki meiri skal venda aftur til rot, hevur Hann sagt so: ?Eg skal veita tykkum hini heiløgu lyfti, sum Dávidi vóru givin, hini trúføstu.? Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: ?Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.? Dávid sovnaði jú, táið hann í lívstíð síni hevði tænt ráði Guds, og hann varð savnaður til fedrar sínar og sá rot; men tann, ið Gud reisti upp, sá ikki rot. So skulu tit tá vita, tit menn, brøður, at við Honum verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna; og frá øllum, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður í Honum hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur. Síggið nú til, at ikki tað, sum sagt er hjá profetunum, kemur yvir tykkum: ?Hyggið, vanvirðarar tykkara, og undrist og verðið til einkis! Tí verk geri Eg á døgum tykkara verk, sum tit ikki høvdu trúð, um onkur segði tykkum frá tí!?? Táið tey nú fóru út, bóðu tey teir um, at hesi orð skuldu verða talað til teirra næsta sabbat. Táið tænastan í sýnagoguni var at enda, fylgdu nógvir Jødar og gudræddir trúskiftingar Paulusi og Barnabasi. Teir talaðu tá til teirra og ámintu tey um at halda fast við náði Guds. Næsta sabbat kom so nærum allur býurin saman at hoyra orð Guds. Men táið Jødarnir sóu hetta nógva fólk, vórðu teir fullir av øvund og søgdu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði søgdu ímóti og spottaðu. Tá talaðu Paulus og Barnabas beint fram og søgdu: ?Neyðugt var, at orð Guds fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað frá tykkum og meta tykkum ikki sjálvar verdar hitt æviga lív ja, so venda vit okkum til heidningarnar. Tí so er boð Harrans til okkara: ?Eg havi sett Teg heidningum til ljós, so Tú skalt vera frelsa líka at enda jarðarinnar!?? Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til ævigt lív. Og orð Harrans breiddist um alt landið. Men Jødarnir uppøstu hinar mætu kvinnurnar, sum óttaðust Gud* og hinar fremstu menninar í býnum, og teir birtu atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni. Teir ristu tá dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium. Men lærisveinarnir vórðu fullir av gleði og Heilaga Andanum. KAPITUL Paulus og Barnabas í Ikonium, Lystra og Derbe, Teir fara aftur til Antiokia, Í Ikonium fóru teir nú saman inn í sýnagogu Jødanna og talaðu so, at stór mongd, bæði av Jødum og Grikkum, kom til trúgv. Men Jødarnir, sum ikki vildu trúgva, vaktu øsing og illan hug hjá heidningunum móti brøðrunum. Har vóru teir nú langa tíð og talaðu djarvir í Harranum, og Hann gav náðiorði Sínum vitnisburð og læt tekin og undur verða gjørd við hondum teirra. Men fólkið í býnum býtti seg sundur; summi hildu við Jødunum, og summi við ápostlunum. Táið nú stormur varð reistur móti teimum, bæði av heidningum og av Jødum við yvirmonnum teirra, at fara illa við teimum og steina teir og teir fingu hetta at vita flýddu teir til býirnar Lystra og Derbe í Lýkaonia og til landið har um vegir. Har kunngjørdu teir evangeliið. Í Lystra sat maður, sum ongan mátt hevði í fótunum; hann var lamin frá móðurlívi og hevði aldri gingið. Hann hoyrdi Paulus tala. Táið nú Paulus festi eyguni á hann og sá, at hann hevði trúgv at verða grøddur, segði hann hart: ?Reis teg og statt á fótum tínum!? Tá sprakk hann upp og fór at ganga. Táið fólkið sá tað, sum Paulus hevði gjørt, lyftu tey upp rødd sína og róptu á lýkaoniskum: ?Gudarnir eru vorðnir menniskjum líkir og eru komnir niður til okkara!? Tey kallaðu Barnabas Zeus; men Paulus kallaðu tey Hermes, av tí at tað var hann, ið førdi orðið. Presturin í zeustemplinum, sum uttan fyri býin var, kom at portrunum við tarvum og kransum og ætlaði at ofra saman við fólkinum. Men táið ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu hetta, skræddu teir klæði síni og lupu inn millum fólkið, róptu og søgdu: ?Tit menn! Hvat er tað, tit gera! Eisini vit eru menniskju, undir somu korum sum tit, og vit kunngera tykkum evangeliið, at tit skulu venda tykkum burt frá hesum tómu gudum til hin livandi Gud, sum hevur gjørt himmal, jørð, hav og alt, sum teimum er í, Hann, sum í farnum tíðum læt allar heidningarnar ganga teirra egnu vegir; tó læt Hann ikki Seg sjálvan uttan vitnisburð; tí Hann gjørdi gott, gav tykkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettaði hjørtu tykkara við føði og gleði.? Og tað var nóg illa, at teir við at siga hetta fingu hildið fólkinum frá at ofra til sín. Men nú komu nakrir Jødar hagar úr Antiokia og Ikonium. Teir fingu fólkið í sín part, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út um býin, í teirri trúgv, at hann var deyður. Men táið lærisveinarnir savnaðust rundan um hann, reistist hann og fór inn í býin. Og dagin eftir fór hann við Barnabasi avstað til Derbe. Teir kunngjørdu nú evangeliið har í býnum og vunnu nógvar lærisveinar. So fóru teir aftur til Lystra, Ikonium og Antiokia og styrktu sálir lærisveinanna, ámintu tey um at standa føst í trúnni og søgdu teimum, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, vit skulu ganga inn í ríki Guds. So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á. Teir ferðaðust nú gjøgnum Pisidia og komu til Pamfýlia. Táið teir høvdu talað orðið í Perge, fóru teir til Attalia. Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført. Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar. Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð. KAPITUL Ápostlarnir halda fund í Jerúsalem, Eftir ósemju skiljast Paulus og Barnabas, Paulus velur sær Silas til fylgdarmann, Úr Judea komu nú nakrir, sum lærdu brøðurnar: ?Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!? Tá varð ósemja; Paulus og Barnabas komu í ikki lítið stríð við teir. Tí varð gjørt av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerúsalem til ápostlarnar og hinar elstu, av tí at hesin spurningur var komin upp. Teir vórðu nú av samkomuni sendir avstað. Teir fóru gjøgnum Fønikia og Samaria og søgdu frá, hvussu heidningarnir høvdu vent við, og teir gleddu stórliga allar brøðurnar. Táið teir so komu til Jerúsalem, vórðu teir fagnaðir av samkomuni, ápostlunum og hinum elstu, og teir søgdu frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum. Men nakrir av flokki Farisearanna, sum vóru komnir til trúnna, reistust og søgdu: ?Teir eiga at verða umskornir og fáa boð um at halda Móselóg!? Ápostlarnir og hinir elstu komu tá saman at samráðast um hetta. Táið teir nú høvdu trætt nógv um tað, reistist Pætur og segði við teir: ?Tit menn, brøður! Tit vita, at Gud langt síðani útvaldi meg millum tykkara til at vera tann, við hvørs munni heidningarnir skuldu fáa at hoyra orð evangeliums og koma til trúgv. Gud, sum kennir hjørtuni, gav teimum vitnisburð, táið Hann gav teimum líka væl sum okkum Heilaga Andan. Hann gjørdi ongan mun á okkum og teimum, táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra. Hví freista tit tá nú Gud við at leggja ok á háls lærisveinanna, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera! Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar vit líka væl sum teir!? Tá tagdi allur flokkurin, og teir lurtaðu eftir Barnabasi og Paulusi, sum søgdu frá, hvussu stór tekin og undur Gud við teimum hevði gjørt millum heidningarnar. Táið teir hildu uppat at tala, tók Jákup til orða og segði: ?Tit menn, brøður! Hoyrið meg! Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum. Við hetta samsvara orð profetanna sum skrivað er: ?Eftir hetta skal Eg koma aftur og endurreisa falnu tjaldbúð Dávids; ja, toftir hennara skal Eg byggja upp og reisa hana upp aftur, fyri at leivdin av menniskjum skal søkja Harran, allir heidningar, sum navn Mítt er nevnt yvir sigur Harrin, sum ger hetta.? Gud kennir frá ævunum øll verk Síni. Eg haldi tí, at ikki eigur at verða gjørt teimum torført heidningunum, ið venda við til Gud, men at skrivað eigur at verða til teirra, at tey skulu halda seg frá at dálka seg við avgudum, frá siðloysi, frá tí, sum kvalt er, og frá blóði. Tí Móses hevur frá fornari tíð menn í hvørjum býi, sum prædika hann hann verður jú lisin upp í sýnagogunum hvønn sabbat.? Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar. Teir skrivaðu soleiðis við teimum: ?Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia. Av tí at vit hava frætt, at nakrir, sum komnir eru frá okkum, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið vit hava einki boð givið teimum um tað so hava vit, eftir at vera komnir ásamt um hetta, gjørt av at velja nakrar menn og senda teir til tykkara saman við elskaðu brøðrum okkara Barnabasi og Paulusi monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists. Vit hava nú sent Judas og Silas, sum eisini við orðum skulu kunngera tykkum tað sama. Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta sum neyðugt er -: At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!? So lótu teir teir fara, og teir komu til Antiokia. Har savnaðu teir saman allan flokkin og góvu teimum brævið. Táið tey høvdu lisið tað, vórðu tey glað um troystina. Judas og Silas sum eisini vóru profetar sjálvir ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir. Táið teir so høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu. Men Silas setti sær fyri at steðga har. Paulus og Barnabas vórðu tá verandi í Antiokia; teir lærdu og kunngjørdu orð Harrans har saman við mongum øðrum. Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: ?Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!? Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus. Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið. Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern. Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans. Hann ferðaðist nú um Sýrland og Kilikia og styrkti samkomurnar. KAPITUL Paulus tekur eisini Timoteus til fylgdarmann, Verður við sjón kallaður at koma til Makedonia. Hann og Silas í Filippi, Lýdia, Fangavaktarin, Hann kom tá til Derbe og Lystra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var griskur. Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær; og hann tók og umskar hann; tí Jødar búðu har rundan um, og teir vitstu allir, at faðir hansara var Grikki. Sum teir nú ferðaðust gjøgnum býirnar, góvu teir teimum boðini at halda, sum ásett vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem. So styrktust tá samkomurnar í trúnni og vuksu í tali dag frá degi. Teir fóru nú gjøgnum Frýgia og hitt galatiska landið; tí teir vórðu av Heilaga Andanum forðaðir at tala orðið í Asia. Táið teir vóru komnir at Mýsia, royndu teir at halda fram til Bitýnia, men Andi Jesusar loyvdi teimum tað ikki. Teir lupu tá Mýsia um og komu til Troas. Og um náttina vísti sjón seg fyri Paulusi: Makedoniskur maður stóð har, bað hann og segði: ?Kom yvir til Makedonia og hjálp okkum!? Táið hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit við tað sama at sleppa yvir til Makedonia; tí vit dugdu at síggja, at Gud hevði kallað okkum at kunngera teimum evangeliið. Vit fóru so við skipi úr Troas og hildu beint til Samotrake og dagin eftir til Neapolis, haðani til Filippi, sum er fyrsti býurin í tí partinum av Makedonia, nýbygd. Har í býnum steðgaðu vit eina tíð. Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman. Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud*, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri. Hjarta hennara læt Harrin upp, so hon gav tí gætur, sum Paulus talaði. Táið nú hon og hús hennara vóru doypt, bað hon okkum og segði: ?Halda tit meg vera Harranum trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!? Og hon noyddi okkum. Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa. Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: ?Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!? Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: ?Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!? Og hann fór út í somu stund. Men táið harrar hennara sóu, at eingin vón var hjá teimum longur um inntøku, tóku teir Paulus og Silas og fóru dragandi við teimum á torgið fyri yvirvøldina. Táið teir høvdu leitt teir fram fyri dómararnar, søgdu teir: ?Hesir menn volda miklan ófrið í staði okkara! Teir eru Jødar, og teir læra siðir, sum okkum, rómverskum monnum, hvørki loyvist at taka við ella fylgja!? Eisini fólkið reistist móti teimum. Dómararnir lótu tá klæðini skræða av teimum og søgdu, at teir skuldu verða húðflongdir. Táið teir nú høvdu givið teimum nógv sløg, settu teir teir í fangahús og søgdu við fangavaktaran, at hann skuldi ansa væl eftir teimum. Táið hann hevði fingið hetta boð, setti hann teir í hitt innara fangarúmið og setti føtur teirra fastar í stokkin. Men um midnátt bóðu Paulus og Silas og sungu Gudi lovsongir, og fangarnir lurtaðu eftir teimum. Tá kom knappliga stórur jarðskjálvti, so grundvøllur fangahússins ristist, og við tað sama sprungu allar dyr upp, og leinkjurnar loystust av øllum. Fangavaktarin stakk tá upp úr svøvni, og táið hann sá dyr fangahússins opnar, dró hann svørð sítt og ætlaði at drepa seg sjálvan, við tað at hann helt fangarnar vera flýddar. Tá rópti Paulus hart og segði: ?Ger tær einki mein! Vit eru allir her!? Hann bað nú lata seg fáa ljós, og hann leyp inn og fall skelvandi niður fyri Paulusi og Silasi. So leiddi hann teir út og segði: ?Harrar! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?? Teir svaraðu: ?Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!? Teir talaðu nú orð Harrans til hansara og til øll, sum í húsi hansara vóru. So tók hann teir til sín í sama tíma um náttina og vaskaði sár teirra, og hann sjálvur og øll hansara vórðu við tað sama doypt. Hann fór niðan í hús sítt við teimum og setti teir til borðs, og hann var glaður um, at hann við øllum húsi sínum var komin til trúgv á Gud. Táið nú var vorðið dagur, sendu dómararnir tænarar sínar við boðum: ?Gev hasar menn leysar!? Fangavaktarin segði tá Paulusi hetta: ?Dómararnir hava sent boð, at tit skulu verða givnir leysir; farið tí nú út, og farið avstað í friði!? Men Paulus segði við teir: ?Teir hava latið okkum húðfleingja fyri eygum alra, og tað ódømdar, okkum, sum tó eru rómverskir borgarar; so hava teir sett okkum í fangahús og nú reka teir okkum loyniliga burtur! Ikki so! Komi teir sjálvir og leiði okkum út!? Tænararnir bóru dómarunum hesi boð. Tá vórðu teir ræddir táið teir fingu at hoyra, at teir vóru rómverskir borgarar. Og teir komu við góðum orðum til teirra, leiddu teir út og bóðu teir fara haðani úr býnum. So fóru teir út úr fangahúsinum og fóru inn hjá Lýdiu. Táið teir høvdu hitt brøðurnar og ámint teir, fóru teir avstað. KAPITUL Paulus í Tessalonika og Berøa, Í Aten, Teir ferðaðust nú gjøgnum Amfipolis og Apollonia og komu til Tessalonika. Har høvdu Jødarnir sýnagogu, og Paulus fór sum hann var vanur inn til teirra. Tríggjar sabbatar helt hann nú samtalur við teir út av skriftunum, legði út og vísti á, at Kristus mátti líða og rísa upp frá hinum deyðu; og hann segði: ?Hesin Jesus, ið eg beri tykkum boð um, Hann er Kristus!? Nøkur av teimum góvu honum tá rætt og fóru at halda seg aftrat Paulusi og Silasi, somuleiðis stór mongd av Grikkunum, ið dýrkaðu Gud*, og ikki fáar av hinum mætastu kvinnunum. Tá kom øvund á Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandamenn av letingunum á torginum, fingu saman mannfjøld og loyptu røring í staðin; so hildu teir á hús Jasons og royndu at fáa fatur á teimum fyri at føra teir út til fólkið. Táið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býstýrið og róptu: ?Hesir, sum hava endavent øllum heiminum, eru nú eisini komnir higar! Teimum hevur Jason tikið ímóti; og øll hesi gera beint ímóti boðum keisarans og siga, at ein annar er kongur, Jesus!? Og teir loyptu ræðslu á fólkið og býstýrið, sum hoyrdu hetta. Býstýrið læt tá Jason og hinar geva pant fyri seg, og síðani lótu teir teir fara. Alt fyri eitt somu nátt sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað til Berøa. Táið teir komu hagar, fóru teir inn í sýnagogu Jødanna. Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so. Av teimum komu tá nógvir til trúgv, somuleiðis ikki fáir mætir Grikkar, bæði kvinnur og menn. Men táið Jødarnir í Tessalonika fingu at vita, at orð Guds varð kunngjørt av Paulusi í Berøa við, komu teir og loyptu eisini har øði í fólkið. Tá sendu brøðurnir við tað sama Paulus avstað líka at sjónum; men bæði Silas og Timoteus vórðu eftir har. Teir, ið fylgdu Paulusi, fóru nú við honum líka til Aten og fóru so avstað aftur og høvdu boð við sær til Silas og Timoteus, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara. Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum. Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud*, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti. Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: ?Hvat er tað, hatta møsnið sigur?? Men summir søgdu: ?Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!? av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina. So tóku teir hann, fóru niðan á Areopagus* við honum og søgdu: ?Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri nýggj læra, tú boðar? Tí tað er nakað ókunnigt, tú letur koma okkum fyri oyru; vit vilja tí vita, hvat hetta hevur at týða.? Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt. Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: ?Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara. Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: ?Fyri ókendan Gud.? Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum. Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum; Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt. Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra, fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum. Tí í Honum liva, rørast og eru vit sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: ?Vit eru jú eisini ætt Hansara.? Táið vit nú eru ætt Guds, mugu vit ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna. Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við. Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu.? Táið teir hoyrdu um uppreisn hinna deyðu, spottaðu summir; men summir søgdu: ?Vit skulu hoyra teg aftur um hetta!? Soleiðis skiltist Paulus frá teimum. Men nakrir menn hildu seg til hansara og komu til trúgv; teirra millum var Dionýsius, limur av areopagusráðnum, kvinna, ið æt Damaris, og nøkur onnur við teimum. KAPITUL Paulus í Korint, Hann fer aftur til Antiokia, haðani hann nakað eftir ger nýggja ferð, Apollos í Efesus, Eftir hetta fór Paulus úr Aten og kom til Korint. Har hitti hann Jøda, ið æt Akvila og var ættaður úr Pontus; hann var fyri kortum komin úr Italia við konu síni, Priskillu; tí Klaudius hevði givið tað boð, at allir Jødar skuldu fara úr Róm. Til teirra fór hann. Og við tað at hann hevði sama yrki, varð hann hjá teimum og arbeiddi; yrki teirra var at gera tjøld. Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði Jødar og Grikkar. Táið Silas og Timoteus komu úr Makedonia, hevði Paulus tí nóg mikið at gera við at tala og vitna fyri Jødunum, at Jesus er Kristus. Men táið teir stóðu ímóti og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: ?Blóð tykkara komi yvir tykkara egna høvd! Eg eri reinur; hereftir fari eg til heidningarnar.? So fór hann haðani og fekk sær tilhald hjá manni, ið æt Titus Justus, og sum dýrkaði Gud; hús hansara var tætt við sýnagoguna. Krispus sýnagogustjóri kom til trúgv á Harran við øllum húsi sínum; og nógvir Korintmenn, sum hoyrdu hann, komu til trúgv og lótu seg doypa. Harrin segði við Paulus í sjón um náttina: ?Óttast ikki, nei, tala og tig ikki! Tí Eg eri við tær, og eingin skal leggja hond á teg at gera tær nakað ilt; tí Eg havi nógv fólk í hesum býi.? So varð hann har ár og seks mánaðir og lærdi orð Guds millum teirra. Men táið Gallio var landshøvdingi í Akaia, reistust Jødarnir allir sum ein móti Paulusi, drógu hann fyri dómstólin og søgdu: ?Hesin yvirtalar fólk at dýrka Gud tvørtur ímóti lógini!? Táið nú Paulus skuldi lata upp munnin, segði Gallio við Jødarnar: ?Hevði tað verið onkur órættur ella ring misgerð, tit Jødar, var góð grund fyri, at eg lurtaði tolin eftir tykkum. Men er tað stríðsspurningur um læru og nøvn og lógina, ið tit hava, so síggið tit til tað sjálvir! Í slíkum vil eg ikki vera dómari.? Og hann rak teir burtur frá dómstólinum. Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta. Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt tí hann hevði lyfti á sær. Tey komu tá til Efesus, og har læt hann tey verða eftir. Sjálvur fór hann inn í sýnagoguna og samtalaði við Jødarnar. Teir bóðu hann tá verða har nakað longur; men hann samtykti ikki, men segði teimum farvæl við hesum orðum: ?Eg má endiliga halda hesa høgtíðina, sum fyri stendur, í Jerúsalem; men eg skal koma aftur til tykkara, um Gud vil.? So fór hann við skipi úr Efesus. Og táið hann var komin til Kesarea, fór hann niðan* og heilsaði samkomuni og fór síðani til Antiokia. Táið hann hevði verið har eina tíð, fór hann avstað aftur og ferðaðist, fyrst um alt Galataland og síðani um Frýgia, og styrkti allar lærisveinarnar. Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum. Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu. Tí við miklari kraft tepti hann Jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus. KAPITUL Paulus í Efesus, Demetrius silvursmiður, Meðan Apollos var í Korint, kom Paulus til Efesus, eftir at hann hevði ferðast um hinar ovaru landspartarnar. Har hitti hann nakrar lærisveinar, og hann segði við teir: ?Fingu tit Heilaga Andan, táið tit komu til trúgv?? Teir svaraðu honum: ?Vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at Heilagi Andin er.? Hann segði: ?Hvørjum dópi vórðu tit tá doyptir við?? Teir svaraðu: ?Við dópi Jóhannesar.? Tá segði Paulus: ?Jóhannes doypti við umvendingardópi, táið hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á Hann, sum eftir hann kom, tað er á Jesus.? Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til navn Harrans Jesusar. Og táið Paulus legði hendurnar á teir, kom Heilagi Andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu. Teir vóru í alt um tólv menn. Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðir; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til. Men av tí at nakrir herdu seg og vildu ikki trúgva, og tosaðu ilt um vegin, so fólkið hoyrdi, rýmdi hann frá teimum, skilti lærisveinarnar frá teimum og helt dagliga samtalur í skúla Týrannusar. Hetta vardi við í tvey ár, so at øll, sum í Asia búðu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt, so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út. Men eisini nakrir av hinum jødisku andamanarunum, ið struku um, tóku sær fyri at nevna navn Harrans Jesusar yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar; teir søgdu: ?Eg mani tykkum við hinum Jesusi, sum Paulus prædikar!? Teir, ið hetta gjørdu, vóru sjey synir Skevas, jødiskan høvuðsprest. Men hin illi andin svaraði teimum: ?Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit!? Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir, vann av teimum og fekk slíkt vald á teimum, at teir flýddu naknir og særdir av húsinum. Hetta fingu nú øll, sum í Efesus búðu, at vita, bæði Jødar og Grikkar; og ótti fall á tey øll, og navn Harrans Jesusar varð stórliga prísað. Mong av teimum, ið komin vóru til trúgv, komu og játtaðu atburð sín og søgdu frá honum. Og mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra; virði teirra varð roknað út og funnið at vera silvurpeningar. Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald. Táið nú hetta var fullført, setti Paulus sær fyri í andanum, at hann skuldi ferðast um Makedonia og Akaia og so fara til Jerúsalem; og hann segði: ?Táið eg havi verið har, má eg eisini síggja Róm!? Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia. Um hesa tíðina varð ikki lítil gøla um vegin. Har var silvursmiður, ið æt Demetrius. Hann gjørdi artemistempul av silvuri og veitti smiðunum ikki lítla inntøku. Hann kallaði nú teir saman, somuleiðis arbeiðsmenninar, ið fingust við slíkt, og segði: ?Tit menn! Tit vita, at av hesum arbeiði hava vit stóru inntøku okkara. Og nú síggja og hoyra tit, at ikki bert í Efesus, men næstan um alt Asia hevur hesin Paulus við yvirtalan síni villleitt stóran hóp, við tað at hann sigur, at tað eru ikki Gudar, teir, ið gjørdir verða við hondum. Nú er ikki bert vandi fyri, at hetta yrki okkara skal verða vanvirt, men eisini, at tempul hinnar stóru gudinnu Artemisar skal verða hildið fyri einki, og at endi skal verða gjørdur á stórleika hennara, sum alt Asia og jarðarríki dýrkar!? Táið teir hoyrdu hetta, vórðu teir fullir av vreiði og róptu: ?Stór er Artemis Efesusmanna!? Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi. Paulus ætlaði tá at fara inn ímillum fólkið, men lærisveinarnir góvu honum ikki loyvi til tað. Eisini nakrir av leikstjórunum, sum vóru vinir hansara, sendu honum boð og bóðu hann ikki vága sær inn á sjónleikarstaðið. Summi róptu nú eitt, summi annað; tí alt fólkið, ið samankomið var, var uppøst, og tey flestu vitstu ikki, hví tey vóru komin saman. Tey drógu nú Aleksander út úr fólkahópinum Jødarnir skúgvaðu hann fram. Aleksander gjørdi tekin við hondini, at hann ætlaði at halda verjurøðu fyri fólkinum. Men táið tey fingu at vita, at hann var Jødi, fóru tey at rópa, øll sum eitt, í úti við tveir tímar: ?Stór er Artemis Efesusmanna!? Býskrivarin fekk tó fólkið at sissast og segði: ?Tit menn í Efesus! Man nakað menniskja vera, sum veit ikki, at staður Efesusmanna er tempulverjari hinnar stóru Artemisar og himmalfalnu myndarinnar! Táið nú eingin kann siga ímóti hesum, eiga tit at vera sáttligir og ikki leypa framav! Tit eru komnir higar við hesum monnum, ið hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu tykkara. Hava nú Demetrius og smiðirnir við honum klagu móti nøkrum, verða jú tingdagar hildnir, og landshøvdingar eru; stevni teir hvør øðrum fyri rættin! Og hava tit nakað at krevja í nøkrum øðrum, má tað verða avgjørt á lógligum tingfundi! Vandi er jú fyri, at vit enntá verða klagaðir fyri uppreistur fyri hetta, sum í dag hevur hent, við tað at eingin grund er fyri tí; hetta uppstig eru vit ikki førir at gera roknskap fyri.? Við at siga hetta fekk hann fólkið, ið saman var komið, at skiljast. KAPITUL Paulus fer til Makedonia og Grikklands. Kemur aftur til Troas, Vekur har Eutykus upp frá hinum deyðu, Áminnir í Milet hinar elstu úr Efesus og sigur teimum farvæl, Táið nú hesin røringur var hildin uppat, kallaði Paulus lærisveinarnar til sín og áminti teir, segði teimum farvæl og fór avstað haðani at fara til Makedonia. Táið hann hevði ferðast um hesar landspartar og hevði ámint tey við nógvari talu, kom hann til Grikkalands. Har varð hann tríggjar mánaðir. Og við tað at Jødarnir lúrdu eftir honum, júst táið hann skuldi fara við skipi til Sýria, gjørdi hann av at gera afturferðina gjøgnum Makedonia. Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia. Hesir fóru undan og bíðaðu eftir okkum í Troas. Men vit fóru, eftir dagar hinna ósúrgaðu breyða, við skipi úr Filippi og komu fimm dagar eftir til teirra í Troas. Har vórðu vit sjey dagar. Fyrsta dagin í vikuni vóru vit tá komin saman at bróta breyðið, og Paulus helt samtalur við teir, við tað at hann dagin eftir ætlaði at fara haðani. Hann helt á at tala líka til midnátt. Nógvar lampur vóru í salinum í erva, har vit vóru savnað. Í vindeyganum sat ungur maður, ið æt Eutykus; hann var fast sovnaður, við tað at Paulus talaði so leingi. Svøvnurin hevði slíkt vald á honum, at hann datt niður av triðju hædd og varð tikin upp deyður. Tá fór Paulus oman, kastaði seg yvir hann, tók tvørtur um hann og segði: ?Haldið ongan gang! Sálin er í honum.? So fór hann upp aftur og breyt breyðið og át av tí. Síðani talaði hann leingi við tey enn, líka inntil lýsti; tá fór hann avstað. Men tey komu upp við hinum unga manni livandi og vóru ikki lítið troystað. Vit fóru nú undan umborð í skipið og fóru til Assus; har skuldu vit taka Paulus við; so hevði hann álagt okkum, tí hann ætlaði sjálvur at koma til gongu hagar. Táið hann nú kom til okkara í Assus, tóku vit hann umborð og komu til Mitylene. So hildu vit avstað haðani og komu dagin eftir beint áraka Kios. Uppaftur dagin eftir fóru vit inn í Samos, vórðu liggjandi í Trogillium og komu so næsta dag til Milet. Tí Paulus hevði sett sær fyri at leypa Efesus um, fyri at hann skuldi ikki koma at verða tarnaður í Asia; tí hann hevði skund fyri at koma til Jerúsalem til hvítusunnu, um tað var honum gjørligt. Men úr Milet sendi hann boð til Efesus og læt hinar elstu í samkomuni kalla til sín. Táið teir komu til hansara, segði hann við teir: ?Tit vita, hvussu atferð mín hevur verið millum tykkara alla tíðina, frá fyrsta degi eg kom til Asia, hvussu eg havi tænt Harranum í øllum eyðmjúkleika, við tárum og í freistingum, sum eru komnar á meg, við tað at Jødarnir hava ligið eftir mær. Tit vita, at eg havi ikki hildið aftur nakað av tí, sum tykkum kundi vera til gagn, men kunngjørdi tykkum tað, bæði á samkomum og í húsunum. Eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Gud og trúnna á Harra okkara Jesus Kristus. Og nú bundin í andanum fari eg til Jerúsalem og veit ikki, hvat har skal møta mær, bert, at Heilagi Andin í hvørjum býi vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær. Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi at vitna um náðievangelium Guds. Og nú eg veit, at tit fáa ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið. Eg vitni tí fyri tykkum henda dag, at eg eri reinur fyri blóð alra. Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds. Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði! Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum. Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær. Vakið tí, og minnist til, at í trý ár havi eg ikki givið uppat, nátt og dag at áminna ein og hvønn við tárum! Og nú gevi eg tykkum upp til Gud og náðiorð Hansara, Hann, sum er mentur at byggja tykkum upp og geva tykkum arvalut millum øll tey, sum halgað eru. Eg havi ikki tráað eftir silvuri, gulli ella klæðum frá nøkrum. Tit vita sjálvir, at tað, sum mær hevur tørvað, mær og teimum, sum við mær vóru, hava hesar hendur arbeitt fyri. Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: ?Sælari er at geva enn at fáa.?? Táið hann hetta hevði sagt, fall hann á knæ og bað saman við teimum øllum. Tá skóru teir allir í at gráta so sáran, og teir fullu Paulusi um hálsin og kystu hann. Og mest av øllum vóru teir tungir av orðinum, ið hann hevði sagt, at teir skuldu aldri síggja andlit hansara aftur. So fylgdu teir honum til skipið. KAPITUL Paulus fer úr Milet til Jerúsalem, Jødarnir leggja hendur á hann í templinum, Hin rómverski herhøvdingin forðar teimum at drepa hann, Táið vit nú høvdu slitið okkum leysar frá teimum og vóru farnir avstað, hildu vit beint til Kos, næsta dagin til Rodus og haðani til Patara. Har sóu vit skip, ið skuldi fara yvir til Fønikia; vit fóru tá umborð í tað og hildu avstað. Táið Kýpern var komin undan hjá okkum og farin afturum bakborðsmegin, sigldu vit til Sýria og fóru inn í Týrus; har skuldi skipið leggja upp farmin. Vit leitaðu tá upp lærisveinarnar og steðgaðu har sjey dagar; teir søgdu av Andanum við Paulus, at hann mátti ikki fara til Jerúsalem. Táið vit høvdu verið har teir dagarnar at enda, fóru vit haðani og hildu longur fram, og teir fylgdu okkum allir, við konum og børnum, út um býin. Vit fullu so á knæ í fjøruni og bóðu. Síðani søgdu vit hvørt øðrum farvæl; og vit fóru umborð í skipið, men tey fóru heimaftur til sín sjálvs. Vit endaðu nú sjóferðina og komu úr Týrus til Ptolemais; har heilsaðu vit brøðrunum og steðgaðu hjá teimum ein dag. Dagin eftir fóru vit haðani og komu til Kesarea. Har fóru vit inn hjá Filip evangelisti sum var ein av hinum sjey og vórðu hjá honum. Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu. Vit steðgaðu nú har fleiri dagar. Tá kom oman úr Judea profetur, ið æt Agabus. Hann kom til okkara og tók belti Paulusar, bant við tí hendur og føtur sínar og segði: ?So sigur Heilagi Andin: Tann mann, ið hetta belti eigur, skulu Jødarnir soleiðis binda í Jerúsalem og geva hann heidningunum upp í hendur.? Táið vit hoyrdu hetta, bóðu vit hann, bæði vit og tey har á staðnum, um ikki at fara niðan til Jerúsalem. Men Paulus svaraði: ?Hvat gera tit, at tit gráta og gera hjarta mítt mótleyst! Eg eri til reiðar, ikki bert at verða bundin, men eisini at doyggja í Jerúsalem fyri navn Harrans Jesusar!? Við tað at hann nú ikki læt seg yvirtala, góvust vit og søgdu: ?Verði vilji Harrans!? Táið hesir dagar vóru at enda, gjørdu vit okkum til og fóru niðan til Jerúsalem. Úr Kesarea komu eisini nakrir av lærisveinunum við okkum; teir fóru við okkum til Mnason, mann úr Kýpern, gamlan lærisvein; hjá honum skuldu vit halda til. Táið vit komu til Jerúsalem, tóku brøðurnir glaðir ímóti okkum. Dagin eftir fór Paulus við okkum til Jákup, og allir hinir elstu komu hagar. Táið hann hevði heilsað teimum, segði hann frá tí, sum Gud hevði gjørt millum heidningarnar við tænastu hansara einum fyri og øðrum eftir. Táið teir hoyrdu tað, prísaðu teir Gudi. So søgdu teir við hann: ?Tú sært, bróðir, hvussu mangir túsund Jødar ið eru, sum hava tikið við trúgv, og teir eru allir ídnir fyri lógini. Nú hava teir hoyrt um teg, at tú úti millum heidningarnar lærir allar Jødar at falla frá Mósesi og sigur, at teir skulu ikki umskera børn síni, ei heldur fylgja siðunum. Hvat er nú at gera? Ið hvussu er, fer mongd av fólki at koma saman, tí tey fáa at frætta, at tú ert komin. Ger tí, sum vit nú siga við teg! Vit hava her fýra menn, sum hava lyfti á sær. Tak teir við tær og lat teg reinsa saman við teimum, og ber tú fyri teir tað, ið tað kostar, so teir fáa latið høvd sítt raka! So fáa øll at síggja, at einki er í tí, sum tey hava hoyrt um teg, men at tú eisini sjálvur livir so, at tú heldur lógina. Men um heidningarnar, ið hava tikið við trúgv, hava vit gjørt av, og skrivað tað til teirra, at teir einki slíkt skulu halda, men bert varða seg fyri tí, ið ofrað er til avgudar, fyri blóði, fyri hinum kvalda og fyri siðloysi.? Tá tók Paulus menninar við sær; dagin eftir læt hann seg so reinsa saman við teimum og fór inn í templið at kunngera, nær dagarnir vóru at enda, sum teir lótu seg reinsa táið ofrið skuldi berast fram fyri hvønn teirra. Men táið dagarnir sjey vóru tætt við at enda, fingu Jødarnir úr Asia at síggja hann í templinum, og teir østu upp alt fólkið, løgdu hond á hann og róptu: ?Tit menn av Ísrael! Komið til hjálpar! Hetta er maðurin, ið allastaðni lærir øll ímóti fólkinum og lógini og hesum staði! Og so er hann eisini komin við Grikkum inn í templið og hevur vanhalgað hetta heilaga stað!? Teir høvdu frammanundan sæð Trofimus úr Efesus fylgjast við honum í býnum, og nú hildu teir, at Paulus var komin inn í templið við honum. Røringur kom nú í allan staðin, og fólkið tyrptist saman; teir tóku Paulus og drógu hann út úr templinum, og við tað sama vórðu dyrnar stongdar. Nú royndu teir at drepa hann; men boð vórðu send niðan til herhøvdingan yvir vaktini, at alt Jerúsalem var í røringi. Hann tók við tað sama hermenn og høvuðsmenn við sær og leyp avstað oman til teirra. Táið teir sóu herhøvdingan og hermenninar, góvust teir at sláa Paulus. Tá steig herhøvdingin til, læt hann taka og beyð, at hann skuldi verða bundin við tveimum leinkjum; hann spurdi so, hvør hann var, og hvat hann hevði gjørt. Summi í hópinum róptu tá eitt, summi annað; og við tað at hann einki vist kundi fáa at vita fyri ganginum, beyð hann, at hann skuldi verða førdur inn í borgina. Men táið hann kom at trappunum, noyddust hermenninir at bera hann; so illa leikaði hópurin í. Tí øll mannamúgvan fylgdi eftir og rópti: ?Burt við honum!? Í tí Paulus nú skuldi verða førdur inn í borgina, segði hann við herhøvdingan: ?Fái eg loyvi at siga orð við teg?? Hann svaraði: ?Dugir tú griskt? Ert tú tá ikki hin Egyptin, sum nakað síðani gjørdi uppreistur og fór út í oyðimørkina við hinum manndráparunum?? Tá svaraði Paulus: ?Eg eri Jødi úr Tarsus borgari í ikki ókendum býi í Kilikia; men eg biði teg: Gev mær loyvi at tala til fólkið!? Hann gav honum loyvi til tað. Tá tók Paulus støðu á trappuni og gav við hondini fólkinum tekin. Táið nú var vorðið heilt kvirt, fór hann at tala til teirra á hebraiskum máli og segði: KAPITUL Verjurøða Paulusar til fólkið, Herhøvdingin ætlar at lata hann húðfleingja, men slær av, táið Paulus sigur, at hann hevur rómverskan borgararætt, ?Tit menn, brøður og fedrar! Hoyrið nú verjurøðu mína fyri tykkum!? Táið tey hoyrdu, at hann talaði til teirra á hebraiskum máli, hildu tey seg enn stillari. Hann segði tá: ?Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikia, men uppvaksin í hesum staði, upplærdur við føtur Gamaliels eftir fedralóg okkara í strangleika hennara. Eg var íðin fyri Gudi, sum tit allir eru í dag. Eg søkti at hesum vegi líka til deyðan, bant og setti í fangahús bæði menn og kvinnur sum eisini høvuðspresturin og alt elstaráðið kann vitna um meg; frá teimum fekk eg enntá brøv til brøðurnar í Damaskus og fór hagar til eisini at føra tey, ið har vóru, bundin til Jerúsalem, so tey kundu verða revsað. Men meðan eg var á veg og var komin nær til Damaskus, lýsti knappliga um middagin sterkt ljós av himli rundan um meg. Eg fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við meg: ?Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?? Eg svaraði: ?Hvør ert Tú, Harri?? Hann segði við meg: ?Eg eri Jesus úr Nazaret, Hann, sum tú søkir at.? Teir, ið við mær vóru, sóu ljósið, men hoyrdu ikki rødd Hansara, sum talaði við meg. Eg segði tá: ?Hvat skal eg gera, Harri?? Harrin svaraði mær: ?Reis teg og far inn í Damaskus! Har skal verða talað til tín um alt, ið tær er ætlað at gera.? Men við tað at eg hevði mist sjónina av skini ljóssins, tóku teir, sum við mær vóru, í hond mína og leiddu meg, og soleiðis kom eg inn í Damaskus. Ein, ið æt Ánanias, maður, ið óttaðist Gud eftir lógini og hevði góðan vitnisburð frá øllum Jødum, ið har búðu, kom nú til mín, steig fram fyri meg og segði: ?Saul, bróðir, hygg upp!? Í somu stund hugdi eg uppá hann. Tá segði hann: ?Gud fedra okkara hevur útvalt teg at kenna vilja Sín og síggja hin Rættvísa og hoyra røddina av munni Hansara. Tí tú skalt vera Honum vitni fyri øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt. Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!? Táið eg so var komin aftur til Jerúsalem, fall eg, meðan eg bað í templinum, í burturrykking; eg sá Hann, og Hann segði við meg: ?Skunda tær og far sum skjótast burt úr Jerúsalem! Tí tey fara ikki at taka við vitnisburði tínum um Meg!? Tá segði eg: ?Harri, tey vita sjálv, at eg setti í fangahús og í hvørji sýnagogu húðflongdi tey, sum trúgva á Teg! Táið blóð Stefanusar, vitnis Tíns, varð úthelt, stóð eg sjálvur hjá og samtykti í tí og ansaði eftir klæðum teirra, sum drópu hann.? Men Hann svaraði mær: ?Far avstað! Eg skal senda teg til heidningar langt burtur!?? Tey lurtaðu eftir honum, inntil hann segði hetta. Men nú lyftu tey upp rødd sína og søgdu: ?Burt av jørðini við einum slíkum! Hann eigur ikki at liva!? Við tað at tey nú róptu, skræddu klæðini av sær og blakaðu dust upp í loft, beyð herhøvdingin, at hann skuldi verða leiddur inn í borgina; og hann segði, at teir skuldu taka hann til avhoyringar við húðfleinging, so hann kundi fáa at vita, av hvørji grund tey róptu so móti honum. Men táið teir høvdu strekt hann út at verða húðflongdan, segði Paulus við høvuðsmannin, ið hjá stóð: ?Loyvist tykkum at húðfleingja rómverskan borgara, og tað ódømdan?? Táið høvuðsmaðurin hoyrdi hetta, fór hann til herhøvdingan og bar honum boð um tað og segði: ?Hvat er tað, tú ætlar at gera! Maðurin er jú rómverskur borgari!? Herhøvdingin fór tá til hansara og spurdi hann: ?Sig mær, ert tú rómverskur borgari?? Hann svaraði: ?Ja.? Herhøvdingin segði: ?Eg havi keypt mær henda borgararætt fyri nógvan pening.? Paulus svaraði: ?Og eg eri føddur til hann!? Nú fóru teir við tað sama frá honum, teir, sum skuldu avhoyra hann. Og nú herhøvdingin fekk at vita, at hann var rómverskur borgari, varð hann eisini skakkur, tí hann hevði bundið hann. Men við tað at hann vildi hava okkurt álítandi at vita um, hvat hann var klagaður fyri av Jødunum, læt hann hann dagin eftir loysa úr bondunum og gav boð, at høvuðsprestarnir og alt ráðið skuldi koma saman. So læt hann leiða Paulus oman og føra fram fyri teir. KAPITUL Paulus fyri ráðnum. Tala hansara um uppreisnina elvir ósemju millum ráðharrarnar, Við tað at Jødarnir ætla at drepa hann, letur herhøvdingin hann føra til Kesarea, Tá hugdi Paulus álvarsamt uppá ráðið og segði: ?Tit menn, brøður! Á allan hátt við góðari samvitsku havi eg livað fyri Gudi til henda dag.? Ánanias høvuðsprestur segði tá við teir, ið hjá honum stóðu, at teir skuldu sláa hann á munnin. Men Paulus segði við hann: ?Gud skal sláa teg, kálkaði veggur tín! Tú situr her at døma meg eftir lógini, og tú brýtur lógina við at geva boð, at eg skal verða sligin!? Teir, ið hjá stóðu, søgdu nú: ?Skeldar tú høvuðsprest Guds!? Paulus svaraði: ?Brøður, eg vitsti ikki, at hann var høvuðsprestur! Skrivað er jú: ?Móti høvdinga í fólki tínum mást tú ikki tala ilt.?? Nú vitsti Paulus, at annar parturin av teimum var Saddukearar, og annar Farisearar. Tí rópti hann í ráðnum: ?Tit menn, brøður! Eg eri Fariseari, sonur Fariseara; fyri vón og fyri uppreisn hinna deyðu er tað, eg verði dømdur!? Táið hann hetta hevði sagt, varð tvídráttur millum Fariseararnar og Saddukeararnar, og flokkurin varð ósamdur. Tí Saddukearar siga, at eingin uppreisn er, ei heldur eingil ella andi; men Farisearar játta trúgv á bæði. Nú varð nógv róp; og nakrir skriftlærdir av Farisearaflokkinum reistust, trættu harðliga og søgdu: ?Vit finna einki ilt hjá hesum manni! Hvat, um tað nú var andi, ið talaði við hann, ella eingil!? Við tað at nú varð hart stríð, varð herhøvdingin ræddur fyri, at Paulus skuldi verða sundurskræddur av teimum; hann segði tí við herfólkið, at teir skuldu fara oman og taka hann frá teimum við valdi og føra hann inn í borgina. Náttina eftir stóð Harrin fyri honum og segði: ?Ver hugreystur! Sum tú hevur vitnað um Meg í Jerúsalem, skalt tú vitna um Meg í Róm við!? Táið nú var vorðið dagur, tóku Jødarnir seg saman og bannaðu sær fyri, at teir skuldu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir høvdu dripið Paulus. Teir, ið soleiðis svóru seg saman, vóru yvir Teir fóru til høvuðsprestarnar og hinar elstu og søgdu: ?Vit hava bannað okkum fyri, at vit skulu einki leska, fyrrenn vit hava dripið Paulus. Tí mugu tit nú saman við ráðnum lata herhøvdingan vita, at hann skal leiða hann oman til tykkara, sum at tit høvdu ætlað at granska mál hansara gjøllari. So halda vit okkum til reiðar at drepa hann, áðrenn hann kemur vegin fram.? Men systursonur Paulus fekk at hoyra um hetta loyniliga ráð, og hann kom og fór inn í borgina og segði Paulusi frá tí. Tá rópti Paulus ein høvuðsmannin og segði: ?Far við hesum unga manni til herhøvdingan! Hann hevur nakað at siga honum.? Hann tók hann tá við sær, fór til herhøvdingan við honum og segði: ?Paulus fangi kallaði meg til sín og bað meg fara til tín við hesum unga manni; hann hevur nakað at siga tær.? Herhøvdingin tók tá í hond hansara, fór burturfrá við honum og spurdi: ?Hvat eru tað fyri boð, tú hevur til mín?? Hann svaraði: ?Jødarnir eru komnir ásamt um at biðja teg lata Paulus føra oman fyri ráðið í morgin, sum at tað hevði viljað fingið gjøllari at vita um hann. Lat teir nú ikki fáa teg til hetta! Tí meir enn menn av teimum liggja á lúri eftir honum; teir hava bannað sær fyri, at teir skulu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir hava dripið hann; og nú halda teir seg lidnar og bíða eftir, at tú skalt játta.? Herhøvdingin læt tá hin unga mannin fara og segði við hann: ?Tú skalt ongum siga, at tú hevur latið meg fingið hetta at vita!? So kallaði hann tveir av høvuðsmonnunum til sín og segði: ?Latið hermenn halda seg til reiðar at fara til Kesarea um triðja tíman í nátt, somuleiðis hestmenn og spjótmenn!? Og hann beyð teimum at hava dýr til reiðar, sum teir skuldu lata Paulus ríða á, so hann óskaddur kundi verða førdur til Feliks landshøvdinga. Hann skrivaði so ljóðandi bræv: ?Klaudius Lýsias heilsar hinum mektiga landshøvdinga Feliks. Henda mann høvdu Jødarnir lagt hond á, og teir mundu dripið hann; men eg kom til við herfólkinum og tók hann av teimum, við tað at eg hevði fingið at vita, at hann var rómverskur borgari. Eg vildi nú hava at vita, hvat teir klagaðu hann fyri, og førdi hann tí oman fyri ráð teirra. Tá fekk eg at síggja, at teir høvdu klagu móti honum um nakrar stríðsspurningar í lóg síni, men at hann var ikki klagaður fyri nakað, sum gjørdi hann sekan til deyða ella fangahús. Men við tað at mær eru send boð um, at Jødarnir hava lagt svikaráð móti manninum, sendi eg hann við tað sama til tín. Eg havi eisini sagt við teir, ið hava klagu móti honum, at teir skulu flyta fram fyri teg tað, sum teir hava at siga.? Hermenninir tóku nú Paulus, soleiðis sum teir høvdu fingið boð um, og fóru um náttina við honum til Antipatris. Dagin eftir lótu teir hestmenninar fara longur við honum og fóru sjálvir aftur til borgina. Táið hinir so komu til Kesarea, fingu teir landshøvdinganum brævið og førdu eisini Paulus fram fyri hann. Táið hann hevði lisið brævið, spurdi hann, hvørjum parti av ríkinum hann var úr, og táið hann hevði fingið at vita, at hann var úr Kilikia, segði hann: ?Eg skal taka teg til avhoyringar, táið eisini teir koma, sum hava klagu móti tær.? Síðani segði hann, at hann skuldi verða settur fastur í borg Heródesar. KAPITUL Paulus fyri Feliks landshøvdinga. Fimm dagar eftir hetta fór Ánanias høvuðsprestur oman hagar við nøkrum av hinum elstu og einum røðara, Tertullusi; teir bóru fram fyri landshøvdingan klagu móti Paulusi. Hann varð tá kallaður inn, og Tertullus fór nú at klaga hann og segði: ?Nógvan frið njóta vit við tær, og rættarbøtur á allan hátt og allastaðni falla hesum fólki í lut við umsorgan tíni; hetta ásanna vit, mektigasti Feliks, og bera tær alla tøkk. Men fyri at eg skal ikki troytta teg ov leingi, biði eg teg hoyra okkum í mildleika tínum; eg skal gera stutt av. Vit hava funnið henda mann at vera ein pest og ein, ið elvir ósemju millum allar Jødar um allan heimin og oddamann villufloks Nazarearanna. Eisini hevur hann roynt at vanhalga templið. Vit tóku hann tí og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara; men Lýsias herhøvdingi gjørdi mikið yvirgangsverk: Hann kom til og tók hann úr hondum okkara. Og hann segði, at teir, ið høvdu klagu móti honum, skuldu koma til tín; frá honum kanst tú sjálvur, um tú granskar málið, fáa alt at vita, sum vit klaga hann fyri.? Eisini Jødarnir tóku undir og søgdu, at so var. Táið landshøvdingin nú gav Paulusi tekin, at hann skuldi tala, svaraði hann: ?Við tað at eg veit, at tú í mong ár hevur verið dómari hjá hesum fólki, verji eg hugreystur mál mítt. Tú kanst fáa vissu fyri, at ikki eru meir enn tólv dagar, síðani eg kom niðan til Jerúsalem at tilbiðja. Og hvørki í templinum ella í sýnagogunum ella úti í býnum hava teir hitt meg í orðadrátti við nakran ella funnið meg at loypa øsing í fólkið. Teir kunnu heldur ikki prógva fyri tær tað, sum teir klaga meg fyri nú. Men tað gangi eg við fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla villuflokk, tæni eg so Gudi fedra mína, at eg trúgvi øllum tí, sum skrivað er í lógini og profetunum, og havi ta vón til Gud tað vænta hesir við sjálvir at uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum. Tí leggi eg mær eisini eina við, altíð at hava óskadda samvitsku fyri Gudi og menniskjum. So kom eg nú, eftir at mong ár vóru umliðin, at bera fólki mínum olmussur og at ofra. Undir hesum hittu teir meg í templinum, eftir at eg hevði latið meg reinsa, uttan at hava elvt uppstig ella gang. Tað vóru nakrir Jødar úr Asia, sum hittu meg, og teir áttu nú at verið hjástaddir her fyri tær og borið fram klagu sína um teir hava nakra søk móti mær. Ella lat hesar sjálvar siga, hvønn órætt teir funnu hjá mær, táið eg stóð fyri ráðnum uttan so tað skuldi verið hetta eina orð, ið eg rópti, táið eg stóð millum teirra: ?Fyri uppreisn hinna deyðu verði eg í dag dømdur av tykkum!?? Men Feliks sum fullvæl vitsti um vegin setti málið út og segði: ?Táið Lýsias herhøvdingi kemur higar oman, skal eg granska søk tykkara.? Og hann beyð høvuðsmanninum, at hann skuldi sita fastur, men tó so, at hann hevði frið, og at hann mátti ikki forða nøkrum av hansara egnu at koma og vera honum til tænastu. Nakrar dagar eftir kom Feliks við konu síni, Drusillu, sum var jødisk; hann sendi so boð eftir Paulusi og hoyrdi hann um trúnna á Kristus Jesus. Men táið hann talaði um rættferð, fráhald og hin komandi dóm, fall ræðsla á Feliks, og hann segði: ?Far nú hesa ferð! Táið eg havi góðar stundir, skal eg aftur lata teg kalla til mín.? Hann vónaði eisini, at hann skuldi fáa pening frá Paulusi; tí læt hann hann eisini oftari føra til sín og tosaði við hann. Táið so tvey ár vóru gingin, fekk Feliks eftirmann, Porkius Festus, og við tað at Feliks fegin vildi gera seg væl kendan hjá Jødunum, læt hann Paulus eftir seg sum fanga. KAPITUL Paulus fyri Festusi. Hann skjýtur mál sítt til keisaran, Verður førdur fyri Agrippa kong, Tríggjar dagar eftir at Festus hevði tikið við landshøvdingaembætinum, fór hann úr Kesarea niðan til Jerúsalem. Høvuðsprestarnir og hinir fremstu menn Jødanna bóru tá fram fyri hann klagu móti Paulusi. Teir vendu sær til hansara og bóðu hann gera teimum tað til vildar at lata hann føra til Jerúsalem. Hetta gjørdu teir við illum í huga móti Paulusi; tí teir lógu á lúri eftir honum at drepa hann á vegnum. Festus svaraði, at Paulus sat fastur í Kesarea, men at hann sjálvur skjótt fór hagar. ?Teir av tykkum,? segði hann, ?sum hava myndugleika til tað, kunnu jú koma oman við mær tá, um nakað rangt er við hesum manni, og bera fram klagu móti honum.? Táið hann nú hevði verið hjá teimum ikki meir enn átta ella tíggju dagar, fór hann til Kesarea. Dagin eftir setti hann seg á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram. Táið hann var komin, tóku Jødarnir, sum vóru komnir úr Jerúsalem, støðu rundan um hann og bóru fram mangar og svárar klagur móti honum; teir vóru tó ikki førir fyri at prógva tær; tí Paulus vardi seg og segði: ?Hvørki móti lóg Jødanna, móti templinum ella móti keisaranum havi eg gjørt nakað misbrot!? Men Festus sum fegin vildi gera seg væl kendan hjá Jødunum spurdi Paulus: ?Vilt tú fara niðan til Jerúsalem og har fáa dóm av mær í hesi søk?? Paulus svaraði: ?Eg standi fyri dómstóli keisarans, og rættur mín er at verða dømdur har. Jødunum havi eg ongan órætt gjørt; tað veitst tú eisini fullvæl. Havi eg so órætt, og havi eg gjørt nakað, sum eg eigi at doyggja fyri, biði eg meg ikki undan at doyggja; men er einki í tí, sum hesir klaga meg fyri, kann eingin geva meg teimum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar. Eg skjóti mál mítt til keisaran!? Festus tosaði nú við ráð sítt og segði so: ?Tú hevur skotið mál títt til keisaran tú skalt fara til keisaran!? Táið nakrir dagar vóru gingnir, komu Agrippa kongur og Berenike til Kesarea at biðja Festus vælkomnan. Tey vóru nú har fleiri dagar. Festus bar fram fyri kongin mál Paulusar og segði: ?Her er maður, ið Feliks hevur latið eftir seg sum fanga; táið eg var í Jerúsalem, bóru høvuðsprestarnir og hinir elstu Jødanna fram klagu móti honum og bóðu um at fáa hann dømdan. Eg svaraði teimum, at Rómverjar eru ikki vanir at geva mann nøkrum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar, men at hin klagaði má fyrst standa andlit til andlit við klagararnar, so hann fær høvi at verja seg móti klaguni. Teir komu tá saman her, og eg drálaði ikki, men setti meg dagin eftir á dómstólin og beyð, at maðurin skuldi verða førdur fram. Men táið klagararnir stigu fram, bóru teir onga klagu fram um nakað slíkt, sum eg hevði væntað; teir høvdu bert nakrar stríðsspurningar við hann um sína egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum deyður er, men sum Paulus segði, livir. Við tað at eg nú var í iva um, hvussu henda søk átti at verða granskað, spurdi eg, um hann vildi fara til Jerúsalem og har fáa dóm í henni. Men Paulus skeyt málið til keisaran og bað um at verða sitandi, inntil hann kundi verða dømdur av honum; eg gav tí boð, at hann skuldi sita fastur, inntil eg fái sent hann til keisaran.? Tá segði Agrippa við Festus: ?Eisini eg vildi fegin hoyrt henda mann.? Hann svaraði: ?Í morgin skalt tú fáa hann at hoyra.? Dagin eftir komu so Agrippa og Berenike við nógvum stási og fóru inn í dómshøllina, herhøvdingarnir og hinir mætastu menninir í staðnum við; so varð Paulus eftir boði Festusar førdur fram. Festus segði nú: ?Agrippa kongur og allir tit menn, ið her eru hjástaddir við okkum! Her síggja tit hann, sum øll fjøld Jødanna, bæði í Jerúsalem og her, hevur gingið á meg um við rópum, at hann eigur ikki at sleppa at liva longur. Men eg dugdi at síggja, at hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at doyggja fyri; og við tað at hann sjálvur skeyt mál sítt til keisaran, havi eg gjørt av at senda hann hagar. Nakað álítandi havi eg tó ikki at skriva til harra mín um hann. Tí havi eg ført hann fram fyri tykkum, og serliga fyri teg, Agrippa kongur, fyri at eg, táið hann er avhoyrdur, kann hava okkurt at skriva. Tí eg haldi einki høpi vera í at senda fanga og ikki eisini siga, hvat hann er klagaður fyri.? KAPITUL Verjurøða Paulusar fyri Festusi og Agrippa kongi. Agrippa segði nú við Paulus: ?Tú hevur loyvi at tala fyri teg.? Tá rætti Paulus út hondina og vardi seg á henda hátt: ?Eg rokni meg lukkuligan, at eg í dag skal verja meg fyri tær, Agrippa kongur, viðvíkjandi øllum tí, sum eg eri klagaður fyri av Jødunum, serliga tí tú ert kunnigur við allar siðir og stríðsspurningar Jødanna; tí biði eg teg lurta eftir mær í tolni. Lív mítt frá ungdóminum, hvussu eg líka frá tí fyrsta havi livað millum fólk mítt og í Jerúsalem tað vita allir Jødar um. Teir kenna meg frammanundan, líka frá upphavi um teir bert vilja vitna at eg livdi sum Fariseari eftir hinum strangasta partinum av gudsdýrkan okkara. Og nú standi eg her og skal verða dømdur fyri vónina um lyftið, ið av Gudi er givið fedrunum, og sum hinar tólv ættir okkara vóna at vinna fram til tí tæna tey Gudi uttan íhald nátt og dag; fyri hesa vón, kongurin, verði eg klagaður av Jødunum! Hví verður hildið ótrúligt tykkara millum, at Gud reisir upp deyð? Eg sjálvur hugsaði nú eisini, at eg átti at gera nógv móti navni Jesusar, Nazarearans; eg gjørdi tað við í Jerúsalem; mong av hinum heiløgu setti eg í fangahús, eftir at eg frá høvuðsprestunum hevði fingið vald til tað, og táið tey skuldu drepast, greiddi eg atkvøðu fyri tí. Eg læt tey íðuliga revsa í hvørji sýnagogu og noyddi tey at spotta, og eg gekk so langt í øði míni móti teimum, at eg elti tey líka til býir í øðrum londum. Í hesum ørindum fór eg tá eisini til Damaskus við valdi og myndugleika frá høvuðsprestunum. Men á vegnum sá eg, kongurin, mitt um dagin ljós av himli, sterkari enn skinið av sólini; tað lýsti um meg og teir, sum við mær vóru í ferðini. Táið vit nú allir fullu til jarðar, hoyrdi eg rødd, ið segði við meg á hinum hebraiska málinum: ?Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær? Tað verður tær hart at sparka móti oddinum.? Tá segði eg: ?Hvør ert Tú, Harri?? Harrin svaraði: ?Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at. Men reis teg og statt á fótum tínum! Tí av teirri grund havi Eg opinberað Meg fyri tær at útvelja teg til tænara og vitni, bæði um tað, sum tú hevur sæð, og um hinar komandi opinberingar Mínar fyri tær. Eg bjargi tær, bæði frá hesum fólki og frá heidningunum. Tí til teirra sendi Eg teg at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg.? Eg varð tí ikki, Agrippa kongur, hini himmalsku sjón ólýðin; nei, eg prædikaði, bæði fyri teimum í Damaskus, fyrst, og í Jerúsalem og um alt Judealand og fyri heidningunum, at tey skuldu venda við og koma aftur til Gud og gera verk, ið hóska saman við umvending. Fyri hetta var tað, nakrir Jødar tóku meg í templinum og royndu at drepa meg. Við teirri hjálp, ið eg havi fingið frá Gudi, havi eg nú staðið til henda dag og vitnað bæði fyri smáum og stórum og sigi einki annað enn tað, sum bæði profetarnir og Móses hava sagt, skuldi henda: At Kristus skuldi líða, og at Hann, sum hin fyrsti av teimum, ið rísa upp frá hinum deyðu, skuldi bera hesum fólki og heidningunum boð um ljós.? Táið hann á henda hátt vardi seg, segði Festus hart: ?Tú ert frá tær sjálvum, Paulus! Hesin nógvi lærdómur ger teg svakan!? Men Paulus svaraði: ?Eg eri ikki frá mær sjálvum, mektigasti Festus, nei, eg tali sonn orð við góðum skili! Kongur veit um hetta, og við hann tali eg djarvur; tí eg eri vísur í, at einki av hesum er honum ókunnigt; hetta hevur jú ikki hent í avkróki! Trýrt tú profetunum, Agrippa kongur? Eg veit, at tú trýrt!? Tá segði Agrippa við Paulus: ?Lítið vantar á, at tú yvirtalar meg at verða kristnan!? Paulus svaraði: ?Um nú lítið vantar á, ella nógv, so vildi eg ynskt til Gud, at ikki bert tú, men eisini øll, sum hoyra meg í dag, skuldu gjørst slík, sum eg eri hesar leinkjur undantiknar!? Kongurin reistist nú, og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu har saman við teimum. Táið tey fóru avstað, tosaðu tey hvørt við annað og søgdu: ?Hasin maður ger einki, sum vert er deyða ella leinkjur!? Og Agrippa segði við Festus: ?Hasin maður kundi verðið givin leysur, hevði hann ikki skotið mál sítt til keisaran.? KAPITUL Sjóferð Paulusar, Teir stranda á Malta, Táið nú var avgjørt, at vit skuldu fara við skipi til Italia, góvu teir Paulus og nakrar aðrar fangar upp til høvuðsmann, ið æt Julius, úr herflokki keisarans. Vit fóru tá umborð í skip úr Adramyttium, sum skuldi fara til staðirnar fram við Asiastrondini. So hildu vit avstað; Aristarkus, Makedoningur úr Tessalonika, var við okkum. Dagin eftir fóru vit inn á Sidon. Og Julius sum vísti Paulusi vælvild gav honum loyvi at fara til vinir sínar har og njóta gott av umsorgan teirra. Haðani fóru vit so longur og sigldu inn undir Kýpern; tí mótvindur var. Táið vit so høvdu siglt um havið við Kilikia og Pamfýlia, komu vit til Mýra í Lýkia. Har sá høvuðsmaðurin skip úr Aleksandria, sum skuldi til Italia, og hann beindi okkum umborð í tað. Í nógvar dagar gekk nú seint við siglingini, og tað var nóg illa, vit vunnu fram til Knidus; við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kreta við Salmone. Tað var ikki meir, enn vit vunnu um har og komu til stað, ið kallast Góðuhavnir, nær við býin Lasea. Nú var long tíð gingin, og vandi var longu at ferðast á sjónum tað var enntá farið um føstuna; Paulus ávaraði teir tí og segði: ?Tit menn! Eg síggi, at henda sjóferð verður til vanlukku og stóran skaða, ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri lív okkara.? Men høvuðsmaðurin setti meiri lít til stýrimannin og skiparan enn til tað, ið Paulus segði. Og við tað at havnin hóskaði ikki væl til vetrarlegu, mældu teir flestu til at fara haðani við og vita, um teir kundu kanska vinna fram og taka vetrarlegu í Føniks, havn í Kreta, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi. Táið nú sunnangul kom, hildu teir bera til at gera, sum teir ætlaðu; teir lættu akker og sigldu fram við Kreta, tætt í landi. Men ikki var leingi, tá brast øgiligur stormur á niður av oynni, Eurakvilo* kallaður. Hann hevði skipið við sær, og tað kundi ikki haldast upp ímóti; vit lótu tað tí falla og lótu reka. Vit komu tá inn undir lítla oyggj, ið æt Klauda, og tað var við neyð, vit fingu bjargað bátinum. Táið teir høvdu tikið hann inn, tóku teir til bjargingarráð og løgdu tog um skipið. Og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu reka niður á Sýrtuna*, løgdu teir seglið og róku so. Vit vóru nú illa staddir av storminum; og dagin eftir tóku teir til at blaka fyri borð. Triðja dagin kastaðu vit við egnum hondum skipsgreiðurnar út. Og táið nú hvørki sól ella stjørnur sóust í fleiri dagar, og vit lógu undir ódnarveðri, ið ikki var lítið, so var nú alt mót úti um, at vit kundu verða bjargaðir. Táið teir nú leingi einki høvdu etið, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: ?Tit menn! Tit skuldu aktað meg og ikki farið úr Kreta! So høvdu tit ikki komið okkum í hesa vanlukku og henda skaða. Men nú biði eg tykkum hava gott mót; tí eingin av tykkum skal doyggja; bert skal skipið ganga burtur. Tí í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri, og sum eg eisini tæni; hann segði: ?Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum; og Gud hevur givið tær sum gávu allar teir, ið við tær eru í ferðini.? Havið tí gott mót, tit menn! Tí eg havi tað álit á Gudi, at so skal verða, sum mær er sagt. Men vit mugu stranda á eini oyggj.? Táið nú fjúrtanda náttin kom vit róku um á Adriahavi hildu skipsmenninir seg um midnátt skilja, at teir nærkaðust landi. Teir skattaðu tá dýpið og fingu favnar. Táið teir vóru komnir eitt sindur longur, skattaðu teir aftur dýpið og fingu favnar. Teir óttaðust nú fyri, at vit fóru at koma á sker; tí kastaðu teir fýra akker út úr aftara enda skipsins og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma. Skipsmenninir royndu nú at rýma av skipinum; teir lótu bátin niður á sjógvin og lótust at ætla at leggja akker út úr fremra enda. Paulus segði tá við høvuðsmannin og hermenninar: ?Verða hesir ikki verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir!? Tá høgdu hermenninir av tog bátsins og lótu hann fara. Inntil tað fór at lýsa, áminti nú Paulus allar at fáa sær mat og segði: ?Hetta er nú fjúrtandi dagur, tit hava bíðað fastandi og einki fingið at eta. Eg biði tykkum tí fáa tykkum at eta; tað hoyrir við til bjarging tykkara. Tí ikki skal hár falla av høvdi nakars tykkara.? Táið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð, takkaði Gudi fyri eygum alra, breyt tað og fór at eta. Tá kom mót í teir allar, og eisini teir fingu sær at eta. Vit vóru tilsamans sálir á skipinum. Táið teir nú vóru mettir, lættu teir um skipið við at kasta hveitina á sjógvin. Táið dagur kom, kendu teir ikki landið; men teir sóu vík við fjøru, og har gjørdu teir av at seta skipið á land, um tað var gjørligt. Teir kappaðu tí akkerini og lótu tey verða í sjónum, loystu róðurtogini, vundu upp seglið fyri vindinum og hildu inn í fjøruna. Men teir komu á riv við dýpi báðumegin; har stóð skipið; fremri partur tess varð fastur og vikaðist ikki, men aftari parturin soraðist sundur av brotunum. Hermenninir høvdu nú hug at drepa fangarnar, so eingin av teimum skuldi svimja burtur og flýggja. Men høvuðsmaðurin sum vildi bjarga Paulusi forðaði teimum í hesum, sum teir ætlaðu, og segði, at teir, ið dugdu at svimj?, skuldu fyrstir leypa á sjógvin og koma sær á land; síðani skuldu hinir bjarga sær, summir á plonkum og summir á tí, sum brotnaði burtur av skipinum. Á henda hátt gekk so, at allir komu bjargaðir á land. KAPITUL Paulus í Malta. Hann grøðir faðir Publius og onnur, Kemur til Róm, har hann situr fastur tvey ár, Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var. Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, sum hann hevði sankað saman, skreið ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara. Táið tey, ið á oynni búðu, sóu dýrið hanga í hond hansara, søgdu tey hvørt við annað: ?Hasin maður er óivað manndrápari, sum hevndin ikki gevur loyvi at liva, tóat hann er bjargaður frá sjónum!? Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði einki mein av tí. Tey væntaðu, at hann fór at hovna ella knappliga detta niður deyður. Men táið tey høvdu bíðað leingi og sóu, at einki sakti hann, fóru tey at hugsa annað og søgdu, at hann var gudur. Nær við hetta stað hevði maður, ið æt Publius, garð; hann var hægsti maður í oynni. Hann tók vinarliga ímóti okkum og hýsti okkum tríggjar dagar. So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann. Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd. Tey vístu okkum eisini miklan heiður; og táið vit fóru haðani, bóru tey umborð í skipið tað, sum okkum tørvaði. Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, fóru vit haðani við skipi úr Aleksandria, sum hevði havt vetrarlegu har við oynna og hevði merki Tvíburanna*. Vit fóru inn í Sýrakus og vórðu har tríggjar dagar. Haðani sigldu vit longur og komu til Regium. Dagin eftir fingu vit sunnanvind og komu næsta dag til Puteoli. Har hittu vit brøður og vórðu bidnir at steðga hjá teimum sjey dagar. So fóru vit til Róm. Brøðurnir har sum høvdu frætt um okkum komu ímóti okkum til Forum Appii og Tres Taberne. Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum. Táið vit nú vóru komnir til Róm, gav høvuðsmaðurin fangarnar upp til høvdingan fyri lívvaktini; tó slapp Paulus at búgva fyri seg sjálvan saman við hermanninum, ið helt vakt yvir honum. Táið tríggir dagar vóru gingnir, kallaði hann saman hinar fremstu menninar millum Jødarnar, og táið teir vóru komnir saman, segði hann við teir: ?Tit menn, brøður! Tóat eg einki havi gjørt móti fólki okkara ella móti siðum fedra okkara, varð eg úr Jerúsalem givin Rómverjum í hendur sum fangi. Og táið teir høvdu avhoyrt meg, ætlaðu teir at geva meg leysan, við tað at eingin deyðasøk fanst hjá mær. Men av tí at Jødarnir settu seg ímóti tí, varð eg noyddur at skjóta mál mítt til keisaran tó ikki, sum at eg hevði nakra klagu móti fólki mínum. Hetta er grundin fyri, at eg havi latið tykkum kalla higar at síggja tykkum og tosa við tykkum; tí tað er fyri vón Ísraels, eg beri hesa leinkju.? Tá svaraðu teir honum: ?Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Judea, ei heldur er nakar av brøðrunum komin og hevur borið ring tíðindi um teg sagt nakað ilt um teg. Men vit vilja fegin hoyra frá tær, hvat tú hugsar; tí okkum er kunnigt um henda flokk, at hann allastaðni verður mótmæltur.? Teir ásettu so dag við hann, og tá komu teir fjølmentari til hansara í herbergið; hann útlegði tá fyri teimum og vitnaði um ríki Guds og royndi at sannføra teir viðvíkjandi Jesusi, út av Móselóg og profetunum, frá árla á morgni líka til kvølds. Nakrir vórðu sannførdir av tí, sum sagt varð, men summir trúðu ikki. Teir fóru so frá honum, ósamdir sín ámillum, eftir at Paulus hevði sagt hetta eina orð: ?Rætt talaði Heilagi Andin við Esaiasi profeti til fedrar tykkara, táið Hann segði: ?Far til hetta fólk og sig: Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja. Tí hjartað í hesum fólki er hert; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eyguni hava tey latið aftur, fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum, hoyra við oyrunum, skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.? Tí skulu tit vita, at henda frelsa Guds er send heidningunum; teir fara eisini at hoyra!? Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan. Full tvey ár varð hann nú í leiguherbergi sínum. Øllum, ið til hansara komu, tók hann ímóti; og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður. Dániel KAPITUL Dániel og vinmenn hansara eru Harranum trúgvir. Triðja árið ið Jójakim judakongur sat við stýrið, kom Nebukadnezar kongur í Bábel móti Jerúsalem og kringsetti tað. Og HARRIN gav Jójakim judakong í hendur hansara, somuleiðis nakað av íløtunum í húsi Guds, og hann flutti tey til Sinearsland, til hús guds síns hann læt íløtini seta inn í skattkamar guds síns. Kongurin segði við Aspenaz, hægsta hirðmann sín, at hann skuldi taka nakrar Ísraelsmenn, bæði av kongaættini og av høvdingaættunum, ungar dreingir, sum einki lýti høvdu og vóru vakrir av útsjónd, sum vóru næmir, so teir kundu læra alskyns vísdóm, vinna kunnskap og gerast kønir í vitskapi, og sum dugdu til tænarar í kongshøllini; teir skuldi hann lata upplæra í bókmentum og tungumáli Kaldeara. Kongurin ásetti, hvat teir skuldu hava um dagin av hansara egna mati og av víninum, ið hann drakk, og hann beyð, at teir skuldu verða upplærdir í trý ár; táið so hesi ár vóru gingin, skuldu teir verða tænarar kongsins. Millum teirra vóru av Judamonnum Dániel, Hananja, Misael og Azarja. Men hægsti hirðmaðurin gav teimum nýggj nøvn; Dániel kallaði hann Beltsazar, Hananja Sadrak, Misael Mesak, og Azarja Abed-Nego. Men Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk, og hann spurdi hægsta hirðmannin, um hann kundi ikki sleppa frá at gera seg óreinan á henda hátt. Og Gud læt Dániel finna vælvild og miskunn hjá hægsta hirðmanninum. Men hægsti hirðmaðurin segði við Dániel: ?Eg eri ræddur fyri, at harri mín, kongur, sum hevur ásett, hvat tit skulu eta og drekka, fer at síggja, at tit eru soltnari í andliti enn hinir dreingirnir á tykkara aldri, og tit soleiðis fara at draga skyld oman yvir høvd mítt fyri kongi.? Tá segði Dániel við umsjónarmannin, sum hægsti hirðmaðurin hevði sett yvir Dániel, Hananja, Misael og Azarja: ?Ger kortini í tíggju dagar eina roynd við tænarum tínum, og lat teir geva okkum kálmeti at eta og vatn at drekka! So kanst tú sýna, hvussu vit síggja út, og somuleiðis, hvussu hinir dreingirnir síggja út, teir, ið eta mat kongs og ger síðani við tænarar tínar eftir tí, sum tú tá sært!? Hann gjørdi tá, sum teir vildu, og royndi hetta við teimum í tíggju dagar. Táið teir tíggju dagarnir vóru gingnir, vísti tað seg, at teir sóu betur út og vóru betur í holdum enn allir dreingirnir, ið høvdu etið av mati kongsins. Eftir tað læt umsjónarmaðurin teir sleppa frá matinum, ið teimum var ætlaður, og víninum, ið teir skuldu drukkið, og gav teimum kálmeti. Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar. Táið tíðin, ið kongurin hevði ásett, var úti, og teir skuldu verða leiddir fram fyri hann, fór hægsti hirðmaðurin inn fyri Nebukadnezar við teimum. Kongurin tosaði við teir, og ikki var millum teir allar ein, ið kundi metast javnt við Dániel, Hananja, Misael og Azarja; teir vórðu tá tænarar kongsins. Og altíð táið kongurin spurdi teir um okkurt, sum vísdómur og skil kravdi til, sá hann, at teir vóru tíggju ferðir so vísir sum allir spámenn og andamanarar í øllum ríki hansara. Dániel varð tá har, líka til fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið. KAPITUL Dániel týðir Nebukadnezar dreymin um ríkini. Annað árið ið hann sat við stýrið, hevði Nebukadnezar dreymar, sum loyptu honum órógv í sinnið, so hann fekk ikki sovið. Kongurin sendi tá boð eftir spámonnunum, andamanarunum, gandakøllunum og Kaldearunum og vildi hava teir at siga sær, hvat hann hevði droymt. Teir komu so og stigu fram fyri kongin. Kongurin segði við teir: ?Eg havi havt dreym, og eg fái ikki frið í sinnið, fyrrenn eg fái dreymin at vita.? Kaldeararnir svaraðu konginum á árameiskum: ?Kongurin livi í allar ævir! Sig tænarum tínum dreymin! So skulu vit týða tær hann.? Men kongurin segði við Kaldeararnar: ?Hetta orð mítt skal ikki vikast: Soframt sum tit siga mær ikki dreymin og týða hann, skulu tit verða høgdir sundur, og hús tykkara gjørd til skarndungar! Men soframt sum tit siga mær dreymin og týða hann, skal eg lata tykkum fáa ríkar gávur og miklan heiður; sigið mær tí dreymin og týðið hann!? Teir svaraðu uppaftur: ?Kongurin má siga tænarum sínum dreymin! So skulu vit týða hann.? Kongurin segði: ?Eg síggi væl, at tit royna at fáa umrátt tykkum, av tí at tit síggja, at orðið, ið eg segði, er óvikiligt, at siga tit mær ikki dreymin, kann dómurin yvir tykkum bert verða ein; tí eru tit komnir ásamt um at billa mær inn skammiliga lygn, í vón um, at tíðirnar skulu umskiftast. Sigið mær tí dreymin, so eg kann síggja, at tit eisini eru førir fyri at týða mær hann!? Kaldeararnir svaraðu konginum: ?Ikki er menniskja á jørðini, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita! Eingin kongur, hvussu stórur og máttugur hann so hevur verið, hevur heldur nakrantíð kravt slíkt av nøkrum spámanni, andamanara ella Kaldeara. Tað, ið kongurin krevur, er ógjørligt, og eingin er til, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita uttan gudarnir, og teir hava ikki bústað sín hjá deyðiligum menniskjum!? Av hesum varð kongurin illur og ógvuliga uppøstur, og hann beyð, at allir vísmenn í Bábel skuldu verða dripnir. Táið hetta boð var givið, og teir skuldu fara at drepa vísmenninar, leitaðu teir eisini eftir Dániel og vinmonnum hansara og ætlaðu at drepa teir. Tá segði Dániel klókt og vitigt orð við Arjok, lívvaktarhøvdinga kongsins, hann, ið út var farin at drepa vísmenninar í Bábel. Hann tók til orða og spurdi Arjok, høvuðsmann kongsins: ?Hví hevur kongur givið hetta stranga boð?? Arjok segði tá Dániel, hvussu við vitsti. Nú fór Dániel inn og bað kongin geva sær tíð at umráða seg, so hann kundi týða konginum dreymin. Síðani fór Dániel heimaftur og segði Hananja, Misael og Azarja, vinmonnum sínum, hvussu við vitsti, og álegði teimum at biðja Gud Himmalsins um miskunn, so Hann opinberaði henda loyndardóm, og Dániel og vinmenn hansara ikki vórðu dripnir saman við hinum vísmonnunum í Bábel. Tá varð loyndardómurin opinberaður Dániel í sjón um náttina. Og Dániel lovaði Gudi Himmalsins; Dániel tók til orða og segði: ?Lovað veri navn Guds frá ævi til ævi! Tí vísdómurin og styrkin hoyrir Honum til; Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit; Hann opinberar hitt djúpa og loynda; Hann kennir tað, sum í myrkrinum er, og hjá Honum býr ljósið. Tær, Gudi fedra mína, takki og lovi eg, tí Tú hevur givið mær vísdóm og styrki! Og nú hevur Tú kunngjørt mær tað, ið vit bóðu Teg um; tí tað, sum kongur vildi hava at vita, hevur Tú kunngjørt okkum.? Dániel fór nú til Arjok, sum kongurin hevði givið boð um at drepa vísmenninar í Bábel; hann fór og segði við hann: ?Drep ikki vísmenninar í Bábel! Leið meg inn fyri kong! So skal eg týða kongi dreymin.? Arjok fór tá skundisliga inn fyri kongin við Dániel og segði við hann: ?Eg havi millum hinar herleiddu úr Juda funnið mann, ið kann týða konginum dreymin!? Kongurin tók til orða og spurdi Dániel sum hevði fingið navnið Beltsazar -: ?Ert tú førur fyri at siga mær dreymin, ið eg havi havt, og týða hann?? Dániel svaraði konginum: ?Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum. Men Gud er í Himli, sum opinberar loyndardómar, og Hann hevur kunngjørt Nebukadnezar kongi tað, ið henda skal á síðstu døgum. Hetta var dreymurin, og hetta vóru sjónirnar, ið fram fyri teg komu á legu tíni: Táið tú, kongurin, lást á legu tíni, stigu upp hjá tær hugsanir um, hvat ið mundi fara at verða á komandi tíðum; og Hann, sum opinberar loyndardómar, kunngjørdi tær tað, ið henda skal. Mær er hesin loyndardómur opinberaður, ikki tí eg eigi nakran vísdóm fram um øll onnur, ið liva, men fyri at dreymurin skuldi verða týddur konginum, so tú skuldi fáa hugsanir hjarta tíns at vita. Kongurin! Tú sást í sjón tíni stóra mynd; henda mynd var veldig og skein ovurhonds; hon stóð beint framman fyri teg, og var øgilig at síggja. Høvd myndarinnar var av fínum gulli, bróstið og armarnir vóru av silvuri, búkurin og lendarnar av kopari, beinini av jarni, og føturnir fyri ein part av jarni og fyri ein part av leiri. Meðan tú hugdi at myndini, varð steinur rivin leysur tó ikki við hondum og hann rakti myndina á føturnar sum vóru av jarni og leiri og soraði teir. Tá soraðist sundur alt í einum bæði jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið; tað var sum dumba á treskiplássi um summarið; vindurin tók tað, so einki sást aftur til tað. Men steinurin, ið rakti myndina, varð til stórt fjall, ið fylti upp alla jørðina. Hetta var dreymurin; og nú skulu vit týða konginum hann. Tú, kongurin, kongur konganna, sum Gud Himmalsins hevur givið ríkið, valdið, styrkina og heiðurin allastaðni har menniskjabørnini, dýrini á markini og fuglar himmalsins hava bústaðir sínar, hevur Hann givið tey í hond tína og gjørt teg til harra yvir teimum øllum tú ert gullhøvdið. Men eftir teg skal koma annað ríki, sum hevur minni at týða enn títt, og tínæst triðja ríkið eitt, ið er av kopari, og sum skal valda yvir allari jørðini. Síðani skal fjórða ríkið koma; tað skal vera sterkt sum jarn; tí jarn brýtur sundur og sorar alt, og sum jarn sorar sundur, skal tað sora og sláa sundur øll hini ríkini. Men at føturnir og tærnar, ið tú sást, vóru fyri ein part av pottaraleiri og fyri ein part av jarni, talar um, at tað skal vera ríki við ongum samanhaldi; tó skal nakað av styrki jarnsins vera í tí tú sást jú, at jarn var blandað upp í leirið. Og at tærnar á fótunum vóru fyri ein part av jarni og fyri ein part av leiri, talar um, at ríkið skal vera fyri ein part sterkt og fyri ein part veikt. At jarnið, ið tú sást, var blandað við leir, talar um, at teir við giftum skulu blanda seg saman, men at kortini einki samanhald skal vera teirra millum eins og jarn og leir ikki samtykkja. Og á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir tú sást jú, at steinur varð rivin leysur úr fjallinum tó ikki við hondum og soraði jarnið, koparið, leirið, silvurið og gullið. Hin stóri Gud hevur kunngjørt konginum tað, sum henda skal í framtíðini, og fastur stendur dreymurin, og álítandi er týðingin.? Tá fall Nebukadnezar kongur niður á andlit sítt og tilbað Dániel, og hann beyð, at teir skuldu ofra honum matoffur og roykilsi. Kongurin tók til orða og segði við Dániel: ?Satt er tað, at Gud tykkara er Gud gudanna og Harri konganna og ein, sum opinberar loyndardómar, síðani tú vart førur fyri at opinbera henda loyndardóm!? So gjørdi kongurin Dániel til stóran mann; hann gav honum gávur, nógvar og stórar, og setti hann til harra yvir øllum landspartinum Bábel og til hægsta fyristøðumann alra vísmanna í Bábel. Men við tað at Dániel bað hann um tað, setti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego at stýra landspartinum Bábel; Dániel sjálvur varð verandi við hirð kongsins. KAPITUL Hinir tríggir menninir í eldsovninum. Nebukadnezar kongur læt gera mynd av gulli, alin høga og alin breiða, og hann læt reisa hana í Duradali í landspartinum Bábel. So sendi Nebukadnezar kongur út menn, ið skuldu stevna saman jøllunum, landstjórunum, landshøvdingunum, ráðharrunum, skattmeistarunum, hinum lógkønu, dómarunum og øllum embætismonnum í landspørtunum, og geva teimum boð um at koma til vígslu myndarinnar, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa. Tá komu teir saman, jallarnir, landstjórarnir, landshøvdingarnir, ráðharrarnir, skattmeistararnir, hinir lógkønu, dómararnir og allir embætismenn í landspørtunum til vígslu myndarinnar, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa; teir stigu fram fyri myndina, ið Nebukadnezar hevði latið reisa. Nú rópti róparin við harðari rødd: ?Hetta veri tykkum sagt, tit av øllum tjóðum, ættum og tungumálum: Táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skulu tit falla niður og tilbiðja gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevur latið reisa. Tann, ið ikki fellur niður og tilbiður, skal í somu stund verða kastaður í hin brennandi eldsovnin.? Við tað sama sum nú alt fólkið hoyrdi lióðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum og alskyns øðrum ljóðførum, fullu tey tí av øllum tjóðum, ættum og tungumálum niður og tilbóðu gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa. Men í sama viðfangi stigu nakrir kaldeiskir menn fram við klagu móti Jødunum. Teir tóku til orða og søgdu við Nebukadnezar kong: ?Kongurin livi í allar ævir! Kongurin! Tú gavst tað boð, at hvørt eitt menniskja, ið hoyrdi ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skuldi falla niður og tilbiðja gullmyndina, og at tann, ið ikki fall niður og tilbað, skuldi verða kastaður í hin brennandi eldsovnin. Men nú eru her nakrir jødiskir menn, sum tú hevur sett at stýra landspartinum Bábel Sadrak, Mesak og Abed-Nego; hesir menn hava einki lagt í boð títt, kongurin! Teir dýrka ikki gudar tínar, og gullmyndina, ið tú hevur latið reisa, tilbiðja teir ikki.? Tá varð Nebukadnezar uppøstur og illur og beyð, at Sadrak, Mesak og Abed-Nego skuldu verða leiddir fram; hesir menn vórðu tá leiddir fram fyri kongin. Nebukadnezar tók til orða og segði við teir: ?Eru tað uppløgd ráð, Sadrak, Mesak og Abed-Nego, at tit dýrka ikki gud mín og tilbiðja ikki gullmyndina, ið eg havi latið reisa? Hoyrið nú: Eru tit til reiðar, táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, at falla niður og tilbiðja myndina, ið eg havi latið gera, so er gott; men tilbiðja tit hana ikki, skulu tit í somu stund verða kastaðir í hin brennandi eldsovnin og hvør er tann Gud, ið er mentur at bjarga tykkum úr hondum mínum!? Sadrak, Mesak og Abed-Nego svaraðu konginum: ?Nebukadnezar! Okkum nýtist ikki at svara tær orð uppá hetta. Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin! Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!? Tá varð Nebukadnezar so ovurhonds illur við Sadrak, Mesak og AbedNego, at andlit hansara umbroyttist. Hann tók til orða og segði, at ovnurin skuldi verða gjørdur sjey ferðir so heitur, sum hann var vanur at vera. So segði hann við nakrar raskar menn, sum vóru í heri hansara, at teir skuldu binda Sadrak, Mesak og Abed-Nego og kasta teir í hin brennandi eldsovnin. Hesir menn vórðu tá í skjúrtum, kyrtlum, køppum og hinum klæðum sínum bundnir og kastaðir í hin brennandi eldsovnin. Við tað at nú orð kongsins var so strangt, og ovnurin so ovurhonds upphitaður, brendi login menninar til deyða, sum høvdu borið Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp hagar. Men hesir tríggir menn Sadrak, Mesak og Abed-Nego vórðu bundnir kastaðir niður í hin brennandi eldsovnin. Tá varð Nebukadnezar kongur sligin av ræðslu og leyp á føtur. Hann tók til orða og segði við ráðharrar sínar: ?Kastaðu vit ikki tríggjar menn bundnar í eldin?? Teir svaraðu konginum: ?Jú, vissuliga, kongurin!? Hann tók aftur til orða og segði: ?Men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, og á teimum sæst einki mein og hin fjórði sær út sum gudasonur!? So fór Nebukadnezar yvir at durum hins brennandi eldsovns. Hann tók til orða og segði: ?Sadrak, Mesak og Abed-Nego, tit tænarar hins hægsta Guds! Komið út higar!? Tá komu Sadrak, Mesak og Abed-Nego út úr eldinum. Jallarnir, landstjórarnir, landshøvdingarnir og ráðharrar kongsins komu saman; teir sóu, at eldurin hevði einki vald havt yvir likamunum á hesum monnum, at hárið var ikki svidnað á høvdi teirra, og at einki sást á skjúrtum teirra; tað var ikki so mikið, sum at brendaroykur gekk at teimum. Tá tók Nebukadnezar til orða og segði: ?Lovaður veri Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos, sum sendi eingil Sín og frelsti tænarar Sínar, teir, ið settu lít sína til Hansara og gjørdu móti boði kongsins og vágaðu lívið, tí teir ongan annan gud enn Gud sín vildu dýrka ella tilbiðja! Tí gevi eg nú tað boð, at tann, ið sigur nakað ilt um Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos hann veri av tí tjóð, tí ætt og tí tungumáli, hann vera vil skal verða høgdur sundur, og hús hansara gjørt til skarndunga; tí eingin annar Gud er til, sum soleiðis er mentur at frelsa.? Eftir hetta lyfti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp til miklan heiður og stórt vald í landspartinum Bábel. KAPITUL Nebukadnezar hevur dreym um seg sjálvan. Hann verður eyðmýktur og gevur Gudi heiður. Nebukadnezar kongur til allar tjóðir og ættir og øll tungumál, sum á allari jørðini búgva. Friður veri við tykkum í ríkum máli! Tey tekin og undur, ið hin hægsti Gud hevur gjørt við meg, havi eg sett mær fyri at kunngera. Hvør stór eru ikki tekin Hansara, hvør veldig eru ikki undur Hansara! Ríki Hansara er ævigt ríki, og harradømi Hansara varir mann eftir mann. Eg, Nebukadnezar, livdi tryggur í húsi mínum, lívsglaður í høll míni. Tá hevði eg dreym, ið loypti ræðslu á meg; hugsanirnar á legu míni og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, ræddu meg. Tí gav eg tað boð, at allir vísmenn Bábels skuldu verða leiddir inn fyri meg, so teir kundu týða mær dreymin. Teir komu tá inn, spámenninir, andamanararnir, Kaldeararnir og stjørnutýðararnir, og eg segði teimum dreymin; men teir vóru ikki førir fyri at týða mær hann. Men at endanum kom eisini Dániel inn fyri meg, hann, ið kallaður er Beltsazar eftir navni guds míns, og sum Andi hinna heiløgu Guda er í, og eg segði honum dreymin: ?Beltsazar, tú spámannahøvdingi! Eg veit jú, at Andi hinna heiløgu Guda er í tær, og at eingin loyndardómur er tær ov torførur; sig mær tí nú sjónirnar, ið eg sá í dreymi mínum sig mær, hvussu tær skulu týðast! Hetta vóru sjónirnar, ið komu fram fyri meg á legu míni: Eg sá í sjón míni træ, ið stóð mitt á jørðini, og sum var ógvuliga høgt; tað var stórt og sterkt træ, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást líka at enda jarðarinnar; leyv tess var fagurt, og tað bar ríkligan ávøkst, so tað gav øllum føði; dýrini á markini funnu skugga undir tí, fuglar himmalsins áttu í greinum tess, og alt, ið livdi, fekk føði av tí. Framvegis sá eg í sjónunum, sum fram fyri meg komu á legu míni, at heilagur vaktari kom niður av himli. Hann rópti hart og segði: ?Fellið træið, høggið greinarnar av tí, slítið leyvið av tí, og spjaðið ávøkstin! Dýrini undir tí skulu rýma, og fuglarnir flúgva burt úr greinum tess. Men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og sum dýrini skal hann eta urtirnar á markini. Hjarta hansara skal umbroytast, so tað ikki er menniskjahjarta longur; dýrahjarta skal hann fáa. Og sjey tíðir* skulu ganga yvir hann. So er avgjørt vaktararnir hava ráðlagt tað og eftir boðum hinna heiløgu er hetta mál avgjørt fyri at øll, ið liva, skulu sanna, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni, letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað og setur tann, ið minst hevur at týða millum menniskjuni, at ráða yvir tí.? Hetta var dreymurin, ið eg, Nebukadnezar kongur, skoðaði. Og tú, Beltsazar, týð mær hann nú! Tí eingin av vísmonnunum í ríki mínum er førur fyri at týða mær hann; men tú ert førur fyri tí, við tað at Andi hinna heiløgu Guda er í tær.? Tá stóð Dániel hann, ið hevði fingið navnið Beltsazar eina løtu ræðslusligin, og hugsanir hansara ræddu hann. Men kongurin tók til orða og segði: ?Beltsazar! Lat ikki dreymin og týðingina loypa ræðslu á teg!? Beltsazar svaraði: ?Harri! Eg vildi, at hesin dreymur var um teir, ið hata teg, og týðingin um fíggindar tínar! Træið, ið tú sást, sum var so stórt og sterkt, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást um alla jørðina, tað, ið hevði so fagurt leyv og bar so ríkligan ávøkst, at tað gav øllum føði, tað, ið dýrini á markini høvdu tilhald undir, og sum fuglar himmalsins áttu í greinunum á, tað er tú sjálvur, kongurin, tú, ið ert so stórur og veldigur. Vald títt hevur vaksið so, at tað røkkur til himmals, og harradømi títt røkkur líka at enda jarðarinnar! Men at kongurin sá heilagan vaktara koma niður av himli og siga: ?Fellið træið og forkomið tí, men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og hann skal hava sama lut sum dýrini á markini, inntil sjey tíðir eru gingnar yvir hann? hetta, kongurin, talar um og tað er tað, ið hin Hægsti hevur sett Sær fyri at lata koma yvir harra mín kongin -: Tú verður rikin burtur frá menniskjunum, og bústaður tín skal vera hjá dýrunum á markini; urtir skalt tú eta sum neytini, av døgg himmalsins skalt tú verða vátur, og sjey tíðir skulu ganga yvir teg inntil tú sannar, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og letur, hvønn Hann vil, fáa tað. Men táið sagt varð, at bulurin við rótunum skuldi standa eftir, so talar hetta um, at tú skalt fáa ríki títt aftur, við tað sama sum tú sannar, at tað er Himmalin, ið hevur valdið. Kongurin! Tak tí væl við tí, sum eg ráði tær til: Gev uppat við syndum tínum og ger rætt í staðin fyri, gev uppat við misgerðum tínum og ger miskunn móti hinum ørmu! Tað kundi borið á, at tær tá framvegis gekst væl!? Alt hetta kom yvir Nebukadnezar kong. Tólv mánaðir eftir hetta gekk hann einaferð uppi á taki kongshallarinnar í Bábel. Tá tók kongurin til orða og segði: ?Er hetta ikki hitt stóra Bábel, sum eg havi bygt til kongssæti við veldisstyrki míni og dýrd míni til heiður!? Kongurin hevði valla sagt hesi orð, tá kom rødd av himli: ?Nebukadnezar kongur! Tær verður nú kunngjørt, at ríkið er av tær tikið! Frá menniskjum verður tú rikin burtur, og hjá dýrunum á markini skal bústaður tín vera; urtir skalt tú eta sum neytini, og sjey tíðir skulu ganga yvir teg inntil tú sannar, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað.? Í somu stund gekk hetta orðið út á Nebukadnezar: Hann varð rikin burtur frá menniskjunum og át urtir sum neytini; og av døgg himmalsins varð kroppur hansara vátur, inntil hár hansara vaks og varð sum arnarfjarðar, og neglir hansara vórðu sum fuglakløur. Men táið tíðin var gingin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygunum móti Himli og fekk vit mítt aftur, og eg lovaði hinum Hægsta og prísaði Honum og ærdi Hann, sum livir í allar ævir; tí harradømi Hansara er ævigt harradømi, og ríki Hansara varir mann eftir mann. Øll tey, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at rokna, og bæði við her himmalsins og við tey, sum á jørðini búgva, ger Hann, sum Hann vil; eingin er, sum er mentur at forða Honum og siga við Hann: ?Hvat gert tú!? Samstundis fekk eg tá vit mítt aftur, og eg fekk eisini tign og dýrd mína aftur, ríki mínum til heiður; ráðharrar og stórmenn mínir leitaðu meg upp, og eg varð innaftur settur í kongadømi mítt og fekk enn størri vald enn áður. Nú prísi eg, Nebukadnezar, kongi Himmalsins, seti Hann høgt og æri Hann; tí øll verk Hansara eru sannleiki, og gøtur Hansara rættvísi; tann, sum livir í hugmóði, er Hann mentur at eyðmýkja. KAPITUL Gestaboð Belsazars, Skriftin á vegginum, Belsazar kongur helt stóra veitslu fyri túsund stórmonnum sínum, og fyri eygum teirra túsund drakk hann vín. Táið Belsazar nú var farin at kenna til av víninum, segði hann, at teir skuldu fara eftir gull- og silvuríløtunum, sum Nebukadnezar, faðir hansara, hevði tikið úr templinum í Jerúsalem, so at kongurin og stórmenn hansara, konur og hjákonur hansara, kundu drekka úr teimum. Teir fóru nú eftir gullíløtunum, ið tikin vóru úr templinum, úr húsi Guds í Jerúsalem, og kongurin og stórmenn hansara, konur og hjákonur hansara, drukku úr teimum. Tey drukku vín og prísaðu gudunum av gulli, silvuri, kopari, jarni, træi og steini. Tá sóust í somu stund fingrar av menniskjahond, sum skrivaðu á kálkið á vegginum í kongshøllini, beint yvir av ljósastakanum, og kongurin sá hondina, ið skrivaði. Tá skifti kongurin lit, og hugsanir hansara ræddu hann; hann varð linur í mjadnaliðunum, og knø hansara skulvu. Kongurin rópti hart, at teir skuldu fara eftir andamanarunum, Kaldearunum og stjørnutýðarunum. Hann tók so til orða og segði við vísmenninar í Bábel: ?Tann maður, ið lesur hesa skrift og týðir mær hana, skal verða latin í purpur og fáa gullketu um hálsin, og hann skal verða triðihægstur í ríkinum!? Men táið allir vísmenn kongsins vóru komnir hagar, vóru teir ikki førir fyri at lesa skriftina og týða konginum hana. Tá fall ógvulig ræðsla á Belsazar kong, og hann skifti lit; eisini stórmenn hansara stóðu ræðsluslignir. Av rópum kongsins og stórmanna hansara kom drotningin* inn í veitslusalin. Hon tók til orða og segði: ?Kongurin livi í allar ævir! Lat ikki hugsanir tínar ræða teg, og skift ikki lit! Maður er í ríki tínum, sum Andi hinna heiløgu Guda er í; á døgum faðirs tíns sást, at hann átti ljós og klókskap og vísdóm sum gudavísdóm, og Nebukadnezar kongur, faðir tín, gjørdi hann til fyristøðumann spámannanna, andamanaranna, Kaldearanna og stjørnutýðaranna. Hetta gjørdi faðir tín, kongurin, av tí at hjá honum fanst høgur andi, kunnskapur og vit og evni til at týða dreymar, loysa gátur og greiða fløktar spurningar hjá hesum Dániel, sum kongurin gav navnið Beltsazar. Send tí boð eftir Dániel! Hann týðir tær tað.? Dániel varð nú leiddur inn fyri kongin. Kongurin tók til orða og segði við Dániel: ?Ert tú Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, ið kongur, faðir mín, flutti higar úr Juda? Eg havi hoyrt um teg, at Gudaandi er í tær, og at hjá tær eru funnin ljós, vit og høgur vísdómur. Nú eru vísmenninir og andamanararnir leiddir inn fyri meg at lesa hesa skrift og týða mær hana; men teir eru onga týðing av henni førir fyri at kunngera mær. Men eg havi hoyrt um teg, at tú dugir at geva týðingar og greiða fløktar spurningar; kanst tú nú lesa mær hesa skrift og týða mær hana, skalt tú verða latin í purpur og fáa gullketu um hálsin og verða triðihægstur í ríkinum.? Tá svaraði Dániel, har hann stóð fyri konginum: ?Gávur tínar kanst tú hava sjálvur, og tað, ið tú ætlar at lata, kanst tú geva onkrum øðrum! Men skriftina skal eg lesa fyri konginum og týða honum hana. Kongurin! Hin hægsti Gud gav Nebukadnezar, faðir tínum, ríkið, valdið, heiðurin og dýrdina. Valdið, ið Hann hevði givið honum, fekk allar tjóðir og ættir og øll tungumál at biva og óttast fyri honum; hann drap, hvønn hann vildi, og læt liva, hvønn hann vildi, setti høgt, hvønn hann vildi, og setti lágt, hvønn hann vildi. Men táið hjarta hansara varð hugmóðigt, og andi hansara varð stoltur og hástórur, varð hann stoyttur niður úr kongahásæti sínum, og heiður hansara varð frá honum tikin. Hann varð rikin burtur frá menniskjabørnunum, og hjarta hansara varð sum dýrshjarta; hjá villeslunum var bústaður hansara, urtir mátti hann eta sum neytini, og av døgg himmalsins varð kroppur hansara vátur inntil hann sannaði, at hin hægsti Gud valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og setur, hvønn Hann vil, at stýra. Men tú, Belsazar, sonur hansara, hevur ikki eyðmýkt hjarta títt, tóat tú vitsti alt hetta; tú hevur sett teg upp móti Harra Himmalsins; tú hevur latið teir fara eftir íløtunum, ið tikin eru úr húsi Hansara, og tú og stórmenn tínir, konur og hjákonur tínar, hava drukkið vín úr teimum; gudunum av silvuri, gulli, kopari, jarni, træi og steini, sum hvørki síggja ella hoyra, og sum einki vit hava, teimum hevur tú prísað, men tann Gud, sum hevur lívsanda tín í hondini, og sum ræður yvir øllum leiðum tínum, hevur tú ikki ært! Tí varð nú henda hond send frá Honum, og henda skrift skrivað. Og so ljóðar skriftin, ið her stendur: Mené, mené, tekél, ufarsin. Orðini skulu týðast so: Mené: Talt hevur Gud dagar ríkis tíns og gjørt enda á tí. Tekél: Vigaður ert tú á vektini og funnin ov lættur. Perés:* Skift er ríki títt og givið Medarum og Persarum.? Tá beyð Belsazar, at Dániel skuldi verða latin í purpur, at gullketa skuldi verða hongd um háls hansara, og at kunngerast skuldi, at hann skuldi verða triðihægstur í ríkinum. Somu nátt varð Belsazar kaldearakongur dripin. KAPITUL Dániel í leyvubølinum. Darius Medari tók við ríkinum, táið hann var ár. Dariusi toknaðist at seta yvir ríkið jallar; teir skuldu búgva um alt ríkið. Yvir teir setti hann tríggjar yvirhøvdingar Dániel var ein teirra og fyri teimum skuldu jallarnir gera roknskap, so kongurin einki tap hevði. Men Dániel var dugnaligari enn hinir yvirhøvdingarnir og jallarnir, av tí at høgur andi var í honum; og kongurin hevði í huga at seta hann yvir alt ríkið. Tá royndu yvirhøvdingarnir og jallarnir at finna okkurt at klaga Dániel fyri viðvíkjandi ríkisstýrinum; men teir kundu einki misbrot og ongan órætt finna; tí hann var trúgvur, og hjá honum fanst hvørki ódugnaskapur ella órættur. Tí søgdu hesir menn: ?Vit finna einki at klaga henda Dániel fyri, uttan so skuldi verið, at vit finna tað í gudsdýrkan hansara.? So tustu hesir yvirhøvdingar og jallar inn til kongin og søgdu við hann: ?Darius kongur livi í allar ævir! Allir yvirhøvdingar ríkisins, landstjórar, jallar, ráðharrar og landshøvdingar, eru komnir ásamt um, at kongsboð eigur at verða givið strangt forboð at hvør tann, sum í dagar biður til nakran gud ella nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið. Gev tí nú, kongurin, slíkt forboð, og lat tað verða gjørt skrivliga, so tað eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara ikki kann takast aftur!? Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið. Men við tað sama sum Dániel fekk at vita, at hetta var skrivað og sett upp, fór hann inn í hús sítt; har hevði hann í sali sínum opin vindeygu, ið vendu móti Jerúsalem, og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds júst sum hann hevði gjørt áður. Nú tustu hinir menn inn og sóu, at Dániel bað til Gud sín og ákallaði Hann. Tá fóru teir inn fyri kongin og spurdu hann viðvíkjandi kongsforboðnum: ?Hevur tú ikki givið forboð um, at hvør tann, sum í dagar biður til nakran gud ella til nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið?? Kongurin svaraði: ?Tað orð stendur fast eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara!? Teir tóku nú til orða og søgdu, har teir stóðu fyri konginum: ?Dániel, ein av hinum judeisku fangunum, leggur hvørki í teg, kongurin, ella forboðið, ið tú hevur givið hann heldur bøn tríggjar ferðir um dagin.? Táið kongurin hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga tungur og fór at hugsa um, hvussu hann skuldi frelsa Dániel; líka til sólin gekk niður, royndi hann at finna útveg at hjálpa honum. Men hesir menn tustu til kongin og søgdu við hann: ?Tú veitst, kongurin, at tað er mediskur og persiskur rættur, at einki forboð og eingin lóg, sum kongurin gevur, kann takast aftur!? So gav kongurin tað boð, at teir skuldu fara eftir Dániel og kasta hann í leyvubølið. Men kongurin tók til orða og segði við Dániel: ?Gud tín, Hann, sum tú dýrkar enn sum áður, Hann frelsi teg!? Teir komu nú við stórum steini og løgdu hann fyri munna bølisins, og kongurin innsiglaði hann við innsigli sínum og stórmanna sína, so einki skuldi kunna broytast í tí, sum gjørt var við Dániel. Síðani fór kongurin heim í høll sína og fastaði alla náttina; hann læt ongar kvinnur koma inn til sín, og hann blundaðist ikki. Tíðliga um morgunin, í dimmalættingini, fór kongurin upp og skundaði sær til leyvubølið. Táið hann nærkaðist bølinum, rópti hann á Dániel við sorgfullari rødd. Hann tók til orða og segði við Dániel: ?Dániel, tú tænari hins livandi Guds! Hevur Gud tín, sum tú dýrkar enn sum áður, verið mentur at frelsa teg frá leyvunum?? Dániel svaraði konginum: ?Kongurin livi í allar ævir! Gud mín sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna, so tær einki mein hava gjørt mær, við tað at eg eri funnin sakleysur fyri Honum og heldur einki skeivt havi gjørt móti tær, kongurin!? Tá varð kongurin ógvuliga glaður, og hann gav boð um at draga Dániel upp úr bølinum. Og táið Dániel var drigin upp úr bølinum, sást einki mein á honum tí hann hevði trúð á Gud sín. So beyð kongurin, at farið skuldi verða eftir monnunum, ið høvdu klagað Dániel, og teir vórðu við børnum og konum sínum kastaðir í leyvubølið. Og áðrenn tey vóru komin á botn í bølinum, lupu leyvurnar á tey og knasaðu hvørt bein í teimum. Síðani skrivaði Darius kongur til allar tjóðir og ættir og til øll tungumál á allari jørðini: ?Friður veri við tykkum í ríkum máli! Hervið gevi eg tað boð, at í øllum veldi ríkis míns skulu tey ræðast og óttast Gud Dániels; tí Hann er hin livandi Gud og verður í allar ævir; ríki Hansara verður ikki umstoytt, og harradømi Hansara varir líka til endan. Hann frelsir og bjargar og ger tekin og undur á himli og á jørð Hann, sum bjargaði Dániel undan leyvunum.? Og Dániel gekk fram í heiður og valdi, bæði meðan Darius, og meðan Kýrus Persari stýrdi. KAPITUL Hini fýra dýrini og menniskjasonurin. Fyrsta árið ið Belsazar bábelskongur sat við stýrið, hevði Dániel dreym, og sjónir komu fram fyri hann á legu hansara; eftirsíðani skrivaði hann upp dreymin og segði frá høvuðsinnihaldinum. Dániel tók til orða og segði: Eg hevði um náttina sjón, og í hesi sjón sá eg, hvussu teir fýra vindar himmalsins østu upp hitt stóra hav. Og fýra stór dýr komu upp úr havinum, hvørt ólíkt øðrum. Hitt fyrsta líktist leyvu, men hevði veingir sum ørn. Meðan eg hugdi at, vórðu veingirnir slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og menniskja og fekk menniskjahjarta. So fekk eg at síggja eitt dýr enn tað annað sum líktist bjørn. Tað reisti seg upp á aðra liðina; tað hevði trý riv í munninum, millum tenninar, og sagt varð við tað: ?Reis teg og et nógv kjøt!? Enn eitt dýr fekk eg at síggja í sjón míni; tað líktist leopardi. Tað hevði á rygginum fýra fuglaveingir og hevði fýra høvd, og tað fekk stórt vald. Síðani fekk eg í náttarsjónum mínum fjórða dýrið at síggja øgiligt, ræðuligt og ovurhonds sterkt. Tað hevði stórar jarntenn og át og knasaði; og tað, ið eftir varð, traðkaði tað sundur við fótunum. Tað var ólíkt øllum hinum fyrru dýrunum, og tað hevði tíggju horn. Eg ansaði gjølla eftir hornunum; tá fekk eg at síggja annað lítið horn, sum vaks upp millum teirra, og trý av hinum fyrru hornunum vórðu slitin upp fyri tí. Hetta horn hevði eygu sum menniskjaeygu, og munn, ið talaði stór orð. Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi, og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur. Eldstreymur gekk út frá Honum. Túsund túsund tæntu Honum, og tíggjutúsund tíggjutúsund stóðu fyri Honum. Rætturin varð settur, og bøkur vórðu latnar upp. Meðan eg hugdi at hesum, voldu hini stóru orð, ið hornið talaði, at dýrið varð dripið; og kroppur tess varð forkomin og kastaður í eldin og brendur. Eisini frá hinum dýrunum varð harradømið tikið; tí lívsævi teirra var ásett til tíð og stund. Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu Ein, sum líktist menniskjasyni, kom á skýggjum himmalsins; Hann fór yvir til Hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann. Og Honum varð givið vald, heiður og ríki; allar tjóðir og ættir og øll tungumál skulu tæna Honum; vald Hansara er ævigt vald, sum aldri gongur til grundar, og ríki Hansara er ríki, sum ikki verður lagt í oyði. Tá kendi eg, Dániel, anda mín órógvast í mær, og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, loyptu ræðslu á meg. Eg fór yvir til ein teirra, ið stóðu har, og bað hann geva mær álítandi frágreiðing um alt hetta; og hann svaraði mær og týddi mær tað: ?Hesi fýra stóru dýr tala um, at fýra kongar skulu stíga fram á jørðini. Men hini heiløgu hins Hægsta skulu fáa ríkið og hava tað í ogn til ævigar tíðir, ja, í aldur og allar ævir.? Nú vildi eg fáa álítandi frágreiðing um hitt fjórða dýrið, tað, ið var ólíkt øllum hinum fyrru sum var so øgiligt og hevði jarntenn og koparkløur, og sum át og knasaði, og traðkaði sundur við fótunum tað, ið eftir var, somuleiðis um hini tíggju hornini á høvdi tess og um hitt nýggja hornið, tað, ið vaks upp og voldi, at hini trý hornini duttu av tað hornið, ið hevði eygu, og munn, ið talaði stór orð, og sum var størri at síggja enn hini. Eg sá, hvussu hetta hornið bardist við hini heiløgu og vann sigur á teimum, inntil Hin, ið gamal var, kom, og hini heiløgu hins Hægsta fingu rætt sín, og tíðin kom, táið hini heiløgu tóku ríkið í ogn. So ljóðaðu orð hansara: ?Hitt fjórða dýrið talar um, at fjórða ríkið skal koma á jørðini; tað skal vera ólíkt øllum hinum ríkjunum, og tað skal gloypa allari jørðini, traðka hana niður og knasa hana. Hini tíggju hornini tala um, at av hesum ríki skulu koma upp tíggju kongar, og eftir teir skal koma upp annar kongur, sum skal vera ólíkur hinum fyrru, og sum skal fella tríggjar kongar. Hann skal tala orð móti hinum Hægsta og kúga hini heiløgu hins Hægsta; hann skal hava í huga at broyta tíðir og lóg, og tey skulu verða givin í hendur hansara tíð, tíðir og hálva tíð. So verður rætturin settur, og valdið verður frá honum tikið, so hann verður lagdur í oyði og forkomin við alla. Men ríkið, harradømið og valdið yvir ríkjunum undir øllum himli skal verða givið fólkinum, sum er hini heiløgu hins Hægsta; ríki tess skal vera ævigt ríki, og øll veldi skulu tæna tí og lýða tað.? Her endar frásøgnin. Meg, Dániel, ræddu hugsanir mínar stórliga, og andlit mítt skifti lit; men tað, ið eg hevði sæð og hoyrt, goymdi eg í hjartanum. KAPITUL Veðrurin og bukkurin. Triðja árið ið Belsazar kongur sat við stýrið, sá eg, Dániel, sjón, eina, sum kom eftir hana, ið eg áður hevði sæð. Táið eg sá hesa sjón, var tað mær, sum eg var í borgini Susan í landspartinum Elam; og eg sá meg í sjónini standa við Ulaiá. Táið eg hugdi upp, fekk eg at síggja veðr, ið stóð við ánna; hann hevði tvey horn, sum bæði vóru høg; tó var annað hægri enn hitt, og hetta hægra vaks seinni upp. Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðri og suðri, og einki dýr var ment at standa seg móti honum; eingin kundi frelsa undan valdi hansara; hann gjørdi, sum hann vildi, og hevði hugmóðigan atburð. Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni. Hann kom til veðrin, sum hevði tvey horn, hann, ið eg hevði sæð standa við ánna, og legði á hann í óførari øði. Eg sá, hvussu hann, táið hann var komin tætt til veðrin, leyp á hann í øði, rendi undir hann og breyt bæði hornini av honum; veðrurin var ikki mentur at verja seg fyri honum; hann feldi hann til jarðar og traðkaði hann undir, og har var eingin, ið kundi frelsa veðrin undan valdi hansara. Bukkurin fekk ovurhonds stórt vald; men júst táið máttur hansara var sum mestur, varð hitt stóra hornið brotið av, og í staðin fyri vuksu upp fýra veldig horn, sum vendu móti hinum fýra høvuðsættunum. Út úr einum teirra kom eitt nýtt horn, lítið í fyrstuni; men seinni varð tað ovurhonds stórt suðureftir, eystureftir og móti hinum fagra landi. Tað vaks líka upp til her himmalsins og kastaði til jarðar nakrar av herinum og av stjørnunum og traðkaði tey undir. Ja, líka móti høvdinga hersins hugmóðaði tað sær; tað tók frá honum hitt dagliga ofrið, og halgidómsbústaður hansara varð niðurrivin. Saman við hinum dagliga ofrinum varð herurin givin upp til oyðing tað voldi fráfallið; og hornið kastaði sannleikan til jarðar, og tað hevði eydnu við sær í øllum, sum tað gjørdi. So hoyrdi eg ein av hinum heiløgu tala; og ein annar heilagur segði við hann, ið talaði: ?Hvussu langa tíð sipar hon til, sjónin um hitt dagliga ofrið og hitt oyðandi fráfall at bæði halgidómur og herur verða givin upp til undirtraðking?? Hann segði við meg: ? kvøld og morgnar; so skal halgidómurin koma aftur til rætt sín.? Táið nú eg, Dániel, sá hesa sjón, royndi eg at skilja hana. Og alt í einum stóð framman fyri mær ein, ið sá út sum maður. Og eg hoyrdi menniskjarødd rópa yvir um Ulai: ?Gabriel! Greið honum frá sjónini!? Hann kom nú, hagar sum eg stóð; og táið hann kom, ræddist eg og fall á andlit mítt. Hann segði við meg: ?Akta eftir hesum, menniskjasonur! Tí sjónin sipar til tíð endans.? Meðan hann tosaði við meg, lá eg sansaleysur við andlitinum til jarðar; tá nam hann við meg og reisti meg aftur á føtur. Og hann segði: ?Nú skal eg kunngera tær tað, ið henda skal hina síðstu vreiðitíð; tí sjónin sipar til ásettu tíð endans. Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar í Media og Persia. Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin. At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara. Men móti endanum á harradømi teirra, táið brotsmenninir hava fylt mál sítt, skal koma upp kongur, frekur og kønur í óndum ráðum. Vald hansara skal verða stórt, men ikki av hansara egnu ávum, og hann skal volda ótrúligan skaða og fáa framt alt, ið hann tekur sær fyri; hann skal forkoma máttugum høvdingum og fólki hinna heiløgu. Av tí at hann er klókur, skal honum eydnast so væl við svikum hansara; hann skal gera seg stóran í hjartanum, og hann skal forkoma mongum, ið sita trygg; ja, móti Høvdinga høvdinga skal hann seta seg upp; men hann skal verða knasaður, tó ikki av menniskjahond. Sjónin um kvøldini og morgnarnar, sum um varð talað, er sonn; men goym tú sjónina, tí hon peikar langt fram í tíðina!? Men eg, Dániel, misti allan mátt og lá sjúkur eina tíð; so fór eg upp og virkaði í tænastu míni hjá kongi. Eg var ræðslusligin av sjónini, og eingin skilti hana. KAPITUL Bøn Dániels. Fyrsta árið ið Darius, sonur Ahasverus, sat við stýrið hann, sum var mediskur av ætt og var vorðin kongur yvir ríki Kaldeara fyrsta árið ið hann sat við stýrið, legði eg, Dániel, í bókunum til merkis áratalið, sum HARRIN hevði talað um við Jeremias profet, at Hann skuldi lata full ár ganga, meðan Jerúsalem lá í oyði. Tá vendi eg ásjón míni til Gud Harran, at søkja Hann í bøn og eyðmjúkari ákallan við føstu og í sekki og øsku. Eg bað til HARRAN Gud mín og játtaði og segði: ?Á Harri, Tú stóri og øgiligi Gud, sum heldur sáttmála Tín og goymir teimum miskunn, sum elska Teg og halda boð Tíni! Vit hava syndað og gjørt illa, verið ógudlig og sett okkum upp móti Tær, vit eru vikin frá boðum og lógum Tínum. Vit lurtaðu ikki eftir tænarum Tínum profetunum, sum í navni Tínum talaðu til kongar okkara, høvdingar okkara, fedrar okkara og alt fólkið í landinum. Tú stendur við rættinum, Harri, og vit noyðast at skamma okkum sum nú gevur at bíta vit, Judamenn, tey, sum í Jerúsalem búðu, og alt Ísrael, bæði tey, ið nær eru, og tey, ið langt burtur eru, í øllum londunum, hagar Tú hevur rikið tey aftur fyri trúloysið móti Tær, sum tey hava víst. Harri! Vit noyðast at skamma okkum, kongar okkara, høvdingar okkara og fedrar okkara tí vit hava syndað móti Tær. Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum; og vit lurtaðu ikki eftir HARRANUM Gudi okkara og gjørdu ikki eftir lógum Hansara, sum Hann við tænarum Sínum profetunum legði fyri okkum. Nei, alt Ísrael breyt lóg Tína og fall frá og lurtaði ikki eftir Tær. Tí varð tað úthelt yvir okkum, bannið, ið Hann hevði svorið at senda, og sum skrivað stendur í lóg Mósesar, tænara Guds tí vit syndaðu móti Honum. Og Hann helt orðini, ið Hann hevði talað móti okkum og móti dómarum okkara, sum dømdu okkum; Hann læt so svára vanlukku koma yvir okkum, at slíkt hevur ikki hent undir øllum himli, slíkt sum tað, ið hent hevur í Jerúsalem. Eftir tí, sum skrivað stendur í Móselóg, kom øll henda vanlukka yvir okkum; men vit royndu ikki at blíðka HARRAN Gud okkara, vendu ikki við frá misgerðum okkara og aktaðu ikki eftir sannleika Tínum. Tí vakti HARRIN yvir vanlukkuni og læt hana koma yvir okkum; tí HARRIN Gud okkara er rættvísur í øllum, sum Hann ger, og vit lurtaðu ikki eftir Honum. Og nú, Harri Gud okkara, Tú, sum við sterkari hond leiddi fólk Títt út av Egyptalandi og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag vit hava syndað, vit hava verið ógudlig! Harri! Lat tó fyri allar rættvísigerðir Tínar vreiði og bræði Tína vendast burtur frá Jerúsalem, staði Tínum, heilaga fjalli Tínum! Tí aftur fyri syndir okkara og misgerðir fedra okkara er Jerúsalem og fólk Títt vorðið øllum teimum til spott, sum rundan um okkum búgva. Hoyr nú, Gud okkara, bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara, og lat ásjón Tína lýsa yvir oydda halgidóm Tín fyri Tína egnu skuld, Harri! Gud mín! Vend oyra Tínum higar og hoyr! Lat upp eygu Tíni og síggj oyðingina, ið yvir okkum hevur gingið hygg staðurin, ið kallaður er við navni Tínum! Tí ikki á rættvísigerðir okkara grunda vit eyðmjúku bønir okkara, sum vit bera fram fyri ásjón Tína nei, á stóru miskunn Tína. Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, akta eftir og ger tað, drála ikki fyri Tína egnu skuld, Gud mín! Tí staður Tín og fólk Títt eru kallað við navni Tínum.? Meðan eg enn talaði og bað og játtaði synd mína og synd Ísraels, fólks míns, og bar fram fyri ásjón HARRANS Guds míns bøn mína fyri heilaga fjalli Guds míns meðan eg enn talaði í bønini, kom Gabriel, hin maðurin, sum eg áður hevði sæð í sjónini ta ferðina eg so heilt misti allan mátt hann kom og nam við meg tað var, táið kvøldofrið verður borið fram. Hann lærdi meg og tosaði við meg og segði: ?Dániel! Nú eri eg komin higar at læra teg at skilja. Við tað sama sum tú byrjaði at bera fram eyðmjúku bønir tínar, gekk út orð, og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí tú ert stórliga elskaður. Gev tí nú orðinum gætur og akta eftir sjónini! vikur* eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta. Og tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerúsalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður,* ein Høvdingi, kemur, skulu ganga vikur og vikur; tað skal verða reist aftur og bygt upp við torgum og gøtum, men á trongdartíðum. Men táið tær vikurnar eru umlidnar, skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava; og staðurin og halgidómurin skulu verða lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur; endin á tí er revsidómsflóð, og líka til endan er ófriður; oyðing er óvikiliga avgjørd. Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.? KAPITUL Opinberingar um hitt komandi. Triðja árið ið Kýrus persarakongur sat við stýrið, kom í opinbering orð til Dániel, sum hevði fingið navnið Beltsazar; hetta orð er satt og boðar stóra trongd. Og hann gav orðinum gætur og aktaði eftir sjónini. Eg, Dániel, hevði tá gingið og syrgt tríggjar vikur; leskiligan mat át eg ongan, kjøt og vín kom mær ikki í munn, og ei heldur salvaði eg meg, fyrrenn hesar tríggjar vikur vóru at enda. Men tann fjórða og tjúgunda í fyrsta mánaði, sum eg stóð við hina stóru á Hiddekel, á áarbakkanum, var mær hyggjandi upp, og eg fekk at síggja mann, ið stóð har; hann var í línklæðum, og um lendar hansara var bundið belti av gulli úr Ufaz; likam hansara var sum krýsolit, andlit hansara skygdi sum snarljósið, eygu hansara vóru sum eldslogar, armar og bein hansara vóru sum blankt kopar at síggja, og ljóðið av talu hansara var sum óførur duni. Eg, Dániel, var hin einasti, ið sjónina sá; menninir, ið við mær vóru, sóu hana ikki, men stór ræðsla fall á teir, og teir rýmdu og fjaldu seg, so at eg var einsamallur eftir. Og táið eg sá hesa veldigu sjón, misti eg allan mátt, andlit mítt skifti lit og varð líkbleikt, og eingin megi var eftir í mær. So hoyrdi eg ljóðið av talu hansara; og táið eg hoyrdi ljóðið av talu hansara, fall eg sansaleysur fram eftir rommum við andlitinum móti jørðini. Tá føldi eg hond, ið nam við meg; hon hjálpti mær upp, so eg skelvandi lá á knøum og hondum. Og hann segði við meg: ?Dániel, tú stórliga elskaði maður! Akta eftir orðunum, ið eg fari at tala við teg, og reis teg upp, tí nú eri eg sendur til tín!? Táið hann segði hetta við meg, reistist eg skelvandi. So segði hann við meg: ?Óttast ikki, Dániel! Frá fyrsta degi tú gavst hjarta títt til at leita eftir at skilja og til at eyðmýkja teg fyri ásjón Guds tíns, eru orð tíni hoyrd, og orð tíni hava gjørt, at eg eri komin. Men høvdingi Persararíkisins stóð mær ímóti ein og tjúgu dagar; men tá kom Mikael, ein hin fremsti høvdingin, mær til hjálpar, so eg varð við yvirlutan har hjá persarakongum. Og nú eri eg komin at lata teg vita, hvussu fer at gangast fólki tínum á síðstu døgum tí hetta er uppaftur sjón, ið peikar á teir dagar.? Táið hann segði hetta við meg, boygdi eg andlitið móti jørðini og fekk einki sagt. Men nú nam ein, ið líktist menniskja, við varrar mínar, og eg læt upp munnin og segði so við hann, ið framman fyri meg stóð: ?Harri! Henda sjón, ið eg havi sæð, hevur volt, at svárar kvalir eru komnar á meg, so eingin máttur er eftir í mær. Hvussu skal tá tænari harra míns ein slíkur sum eg kunna tosa við ein slíkan, sum harri mín er! Í mær er eftir hetta eingin megi, og eingin andi er eftir í mær.? Men uppaftur nam ein, ið líktist menniskja, við meg og styrkti meg, og hann segði: ?Óttast ikki, tú stórliga elskaði maður! Friður veri við tær! Ver tú bert hugreystur!? Og sum hann segði hetta við meg, styrknaði eg og segði: ?Tala, harri! Tí tú hevur styrkt meg.? Tá segði hann: ?Veitst tú nú, hví eg eri komin til tín? Nú noyðist eg at fara aftur at berjast við høvdingan yvir Persia, og táið eg fari út, kemur høvdingi Grikkalands. Men fyrst skal eg kunngera tær, hvat skrivað er í sannleiksbók. Og ikki so mikið sum ein hjálpir mær móti teimum uttan Mikael, høvdingi tykkara. Kap. Eg stóð eisini undir lið hansara sum hjálpari og vernd, fyrsta árið ið Darius Medari sat við stýrið.? KAPITUL Framhald. ?Og nú skal eg kunngera tær tað, ið víst er. Tríggir kongar* skulu koma enn í Persia, og hin fjórði** skal savna meiri ríkidømi enn allir hinir; táið hann við ríkidømi sínum hevur vunnið stórt vald, skal hann við øllum mátti sínum halda á Grikkalandsríki. Men tá skal koma veldigur kongur,* og hann skal ráða við miklum veldi og gera, sum hann vil. Men best sum hann stendur, skal ríki hansara rivna sundur og verða skift eftir hinum fýra* ættum himmalsins; eingin av eftirkomarum hansara skal fáa tað, og tað skal ikki vera so sterkt, sum táið hann sat við stýrið; tí ríki hansara skal verða oytt, og aðrir enn teir skulu fáa tað. Og suðurlandskongur* skal fáa stórt vald; men ein av høvdingum hansara skal fáa størri vald enn hann og ráða yvir ríki, ið er hansara egna; ríki hansara skal vera stórt ríki. Mong ár eftir skulu teir gera semju sín ámillum; dóttir* suðurlandskong skal koma til norðurlandskong** at fáa semju í lag teirra millum; men ikki leingi skal hon vera før fyri at avrika nakað, og hvørki hann ella dóttirin, ið hjálpa honum skuldi, verða før fyri at standa; nei, hon og teir, ið fingu hana hagar, og faðir hennara og hann, sum tók ímóti henni, skulu øll lata lív,*** ta tíðina ið ásett er hvørjum teirra. Men ein kvisturin av rót hennara skal koma í stað hansara, og hann skal halda móti fíggindaherinum, treingja seg inn í verndarvirki norðurlandskongs, gera við teir, sum hann vil, og verða við yvirlutan. Ja, eisini gudar teirra, stoyptu myndir teirra og dýrabøru íløt teirra av silvuri og gulli skal hann taka við sær til Egyptalands sum herfong; eftir hetta skal hann nøkur ár lata norðurlandskong vera í friði. So skal norðurlandskongur leggja á ríki suðurlandskongs, men noyðast at venda við aftur til land sítt. Men synir hansara skulu vápna seg til bardaga og savna óføran her, sum skal halda inn í landið og floyma og skola yvir tað; og hann skal koma aftur, og teir skulu berjast líka fram at verndarvirki hansara. Tá skal suðurlandskongur verða illur og leggja út í bardaga við norðurlandskong; hann skal fylkja stóran her, men hann skal verða givin hinum í hendur. Táið hesin herur er rikin burt, skal hann verða hugmóðigur; hann skal fella tíggjutúsund, men kortini ikki verða við yvirlutan. Norðurlandskongur skal koma aftur og fylkja her, sum er størri enn hin fyrri; og táið nøkur ár eru gingin, skal hann koma við stórum heri og nógvum í viðføri. Á teimum tíðum skulu mangir reisast móti suðurlandskongi, og yvirgangskroppar av tínum egna fólki skulu reisast við til at staðfesta sjónina; men teir skulu falla. Norðurlandskongur skal koma og reisa virkisvegg og taka víggirdan stað, og suðurlandsveldið skal ikki vera ment at standa seg; enn ikki hitt útvalda lið hansara skal vera ment at standa seg. Hann, sum fer ímóti honum, skal gera, sum hann vil, og eingin skal vera mentur at standa seg móti honum; hann skal seta seg fastan í hinum fagra landi, og oyðing skal hond hansara volda. Hann skal leggja upp ráð um at koma við øllum hervaldi ríkis síns, men er til reiðar at gera semju, og tað skal hann eisini fáa í lag; og kvinnu, sína egnu dóttur, skal hann geva honum, uppá tað at hon skal volda oyðing; men hetta skal ikki koma í lag og ikki eydnast honum. So skal hann venda sær móti oyggjunum og taka nógvar; men herhøvdingi skal gera enda á háði hansara, ja, lata háð hansara falla aftur á hann sjálvan. Tá skal hann venda sær móti verndarvirkjunum í sínum egna landi; men hann skal snáva og falla og ikki vera til longur. Og í stað hansara skal annar koma, ein, sum skal lata skattakrevjara fara gjøgnum prýði ríkisins; men nakrar dagar eftir skal hann verða dripin, tó ikki í vreiði, ei heldur í bardaga. Í stað hansara skal koma skemdarmaður*, sum teir ikki høvdu ætlað dýrd kongadømisins; men hann kemur óvart og leggur við svikum kongadømið undir seg. Og herarnar, ið skola yvir, skal hann skola yvir og oyða, somuleiðis sáttmálahøvdingan. Tí eftir at hann hevur gjørt felagsskap við hann, skal hann ganga fram við svikum; hann skal halda avstað og við fáum monnum verða við yvirlutan. Óvart skal hann bróta seg inn í hinar fruktbarastu landspartarnar og gera slíkt, sum fedrar hansara og fedrar fedra hansara ikki hava gjørt; herfong, rán og góðs skal hann ríkliga skifta sundur millum fólk sítt; móti víggirdum støðum skal hann leggja upp ónd ráð, og tað skal vara eina tíð. So skal hann við øllum veldi sínum og øllum dirvi sínum halda á suðurlandskong og koma við stórum heri; men suðurlandskongur skal eisini vápna seg til bardaga við ovurhonds stórum og sterkum heri. Men hann skal ikki vera mentur at standa seg; tí ónd ráð verða løgd upp móti honum. Teir, ið eta við borð hansara, skulu fella hann; herur hansara skal koma skolandi, og har skal verða ógvuligt mannafall. Báðir kongarnir hava ilt í huga, og meðan teir sita við sama borð, skulu teir tala lygn; men tað skal ikki eydnast, tí enn drálar við endanum, inntil hin ásetta tíð kemur. Hann skal við nógvum góðsi koma aftur til land sítt, og hann skal leggja upp ónd ráð móti hinum heilaga sáttmála; og eftir at hann hevur útint tey, skal hann fara heimaftur til land sítt. Táið hin ásetta tíð er komin, skal hann aftur halda móti Suðurlandi; men hesa seinnu ferðina skal ikki gangast sum hina fyrru. Tí skip úr Kittim skulu koma móti honum, og hann skal missa mótið og venda við og lata vreiði sína ganga út yvir hin heilaga sáttmála; so skal hann venda við og merkja sær tey, ið falla frá hinum heilaga sáttmála. Herar, ið hann sendir út, skulu koma og vanhalga halgidómin, hina víggirdu borg, avtaka hitt dagliga ofrið og seta upp hina oyðandi viðurstygd. Tey, sum synda móti sáttmálanum, skal hann við hálum orðum gera til heidningar; men tey av fólkinum*, sum kenna Gud sín, skulu standa føst og halda út. Hini vitigu millum fólkið skulu læra fjøldina, og tey skulu falla fyri svørði og báli, verða hertikin og herjað langa tíð. Men táið tey eru um at liggja undir, skulu tey fáa lítla hjálp, og mong skulu á kvamsvís geva seg í felag við tey. Nøkur av hinum vitigu skulu falla, so tey kunnu verða roynd og reinsað og tváað inntil tíð endans tí enn drálar tað við endanum, inntil hin ásetta tíð kemur. Kongurin skal gera, sum hann vil, gera seg stóran og seta seg upp um ein og hvønn gud, og móti Gudi gudanna skal hann tala øgilig orð. Og hann skal vinna fram, inntil vreiðin er at enda; tí tað, ið avgjørt er, skal ganga út. Gudar fedra sína skal hann einki leggja í, ei heldur kvinnulyst; ei heldur nakran annan gud skal hann leggja í; tí hann skal seta seg upp um alt. Í staðin fyri skal hann heiðra gud verndarvirkjanna; gud, ið fedrar hansara ikki hava kent, skal hann heiðra við gulli, silvuri, dýrum steinum og øðrum, ið dýrabart er. Og so skal hann gera við hini sterku verndarvirki og við hin fremmanda gudin: Teimum, ið viðkennast henda gud, skal hann vísa nógvan heiður; hann skal seta teir at ráða yvir mongum, og hann skal skifta út jørð til teirra í løn. Men á tíð endans skal suðurlandskongur berjast við hann, og norðurlandskongur skal herja móti honum við vagnum, hestmonnum og nógvum skipum og bróta seg inn í londini og floyma og skola yvir tey. Hann skal eisini bróta seg inn í hitt fagra land, og stórir skarar skulu falla; men hesir skulu sleppa undan hond hansara: Edom, Móab og hinir frægastu Ammonitar. Hann skal eisini rætta út hondina móti øðrum londum, og Egyptaland skal ikki sleppa undan. Hann skal leggja undir seg skattirnar av gulli og silvuri og alt dýrabart í Egyptalandi; og Libýarar og Etioparar skulu vera í fylgi við honum. Men tíðindi eystaneftir og norðaneftir skulu ræða hann, og hann skal leggja avstað í stórari vreiði at forkoma mongum og oyða tey. Hann skal reisa skreyttjøld síni millum havið og hitt fagra fjall halgidómsins. Men tá líður at endanum við honum, og eingin hjálpir honum.? KAPITUL Framhald. ?Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini. Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd. Men hini vitigu skulu skína, sum himmalhvølvið skínur, og tey, sum hava leitt mong til rættvísi, sum stjørnurnar, í aldur og allar ævir. Og tú Dániel! Goym hesi orð og innsigla bókina inntil tíð endans! Mong skulu granska í henni, og kunnskapurin skal verða stórur.? So fekk eg, Dániel, í sjón míni tveir aðrar at síggja, sum stóðu har, hvør á sínum áarbakkanum. Annar teirra segði við mannin í línklæðum, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni: ?Hvussu leingi verður tað, áðrenn hetta undurfulla er at enda?? Tá hoyrdi eg, hvat maðurin í línklæðum segði, hann, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni; hann lyfti báðar hendur upp móti himli og svór um Hann, sum livir í allar ævir: ?Tíð, tíðir og hálva tíð; og táið vald hins heilaga fólks er sorað í grund, skal alt hetta ganga út.? Eg hoyrdi tað, men skilti tað ikki. So spurdi eg: ?Harri! Hvat er hitt síðsta av hesum?? Hann svaraði: ?Far, Dániel! Tí hesi orð skulu vera goymd og innsiglað líka til tíð endans. Mong skulu verða reinsað, tváað og roynd; hini gudleysu skulu vera gudleys við sama lagi, og eingin av hinum gudleysu skal skilja hetta; men hini vitigu skulu skilja tað. Frá tí at hitt dagliga ofrið verður avtikið, og viðurstygd oyðingarinnar sett upp, skulu ganga dagar. Sælur er hann, ið bíðar og vinnur fram til dagar. Men gakk tú endanum ímóti! Tú skalt hvíla og standa upp og taka við luti tínum, táið dagarnir eru at enda.? Dómararnir KAPITUL Bústaðir ættanna. Táið Josva var deyður, spurdu Ísraelsmenn HARRAN: ?Hvør av okkum skal fyrstur fara móti Kána'anitum, í bardaga móti teimum?? HARRIN svaraði: ?Juda skal fara; Eg gevi landið í hond hansara.? Tá segði Juda við bróður sín Símeon: ?Kom tú við mær til arvalut mín og lat okkum saman fara í bardaga móti Kána'anitum! So skal eg eisini koma við tær til arvalut tín.? Símeon fór við honum. Juda fór nú, og HARRIN gav Kána'anitar og Perizitar í hond hansara, so teir vunnu teir í Bezek og feldu mans. Í Bezek komu teir fram á Adonibezek, løgdu á hann og vunnu sigur á Kána'anitum og Perizitum. Adonibezek helt undan, men teir hildu eftir honum, og táið teir høvdu tikið hann, høgdu teir tummilfingrar og stórutær av honum. Tá segði Adonibezek: ?Sjeyti kongar, sum tummilfingrar og stórutær vóru høgd av, hevði eg at sanka molar undan borði mínum; sum eg havi gjørt, hevur Gud gjørt aftur við meg!? Teir fóru nú til Jerúsalem við honum, og har doyði hann. Judamenn herjaðu á Jerúsalem og tóku tað, høgdu fólkið har niður og settu eld á býin. Síðani fóru Judamenn í bardaga móti Kána'anitum, sum búðu í fjallalandinum, í Suðurlandinum og í láglendinum. Fyrst fór Juda móti Kána'anitum í Hebron sum fyrr í tíðini æt Kirjat-Arba og vann sigur á Sesai, Ahiman og Talmai. Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer. Tá segði Kaleb: ?Tann, ið herjar á Kirjat-Sefer og tekur hann, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu.? Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann, tók býin, og hann gav honum dóttur sína Aksu til konu. Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir sín um nakað av jørð. Hon leyp niður av eslinum, og Kaleb spurdi hana: ?Hvat vilt tú?? Hon svaraði: ?Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið gev mær nú vatnskeldur!? Kaleb gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur. Eftirkomarar Kenitsins, verfaðirs Mósesar, fóru við Judamonnum úr Pálmastaðnum* til Judaoyðimørk, sum liggur sunnan fyri Arad; teir komu og búsettust millum fólkið har. Juda fór síðani avstað við bróður sínum Símeon, og teir vunnu sigur á Kána'anitum, sum búðu í Zefat, og løgdu bann á býin, tí eitur hann nú Horma. Juda tók Gaza og landið, ið til hoyrdi, Askalon og landið, ið til hoyrdi, og Ekron og landið, ið til hoyrdi. HARRIN var við Juda, so hann legði fjallalandið undir seg; men teir, sum búðu á slættlendinum, var hann ikki maður fyri at reka burt, tí teir høvdu jarnvagnar. Kaleb góvu teir Hebron soleiðis sum Móses hevði sagt; hann rak burtur haðani hinar tríggjar synir Anak. Men Jebusitar, sum í Jerúsalem búðu, fingu Benjaminitar ikki rikið burtur, og Jebusitar vórðu búgvandi í Jerúsalem saman við Benjaminitum og hava búð har líka til henda dag. Eisini hús Jósefs helt avstað og fór ímóti Betel; og HARRIN var við teimum. Hús Jósefs sendi njósnarar til Betel býurin æt áður Luz og njósnararnir fingu at síggja ein mann, ið kom út úr býnum; teir søgdu tá við hann: ?Vís okkum, hvar til ber hjá okkum at sleppa inn í býin! So skulu vit vísa tær miskunn.? Hann vísti teimum tá, hvar til bar hjá teimum at sleppa inn í býin. Teir høgdu so fólkið har niður, men henda mann og alt fólk hansara lótu teir sleppa. Maðurin fór til land Hetita og bygdi har ein bý, sum hann kallaði Luz; tað eitur hann enn í dag. Men teir, sum búðu í Bet-Sean og smábýunum, ið til hoyrdu, í Ta'anak og smábýunum, ið til hoyrdu, í Dor og smábýunum, ið til hoyrdu, í Jibleam og smábýunum, ið til hoyrdu, og í Megiddo og smábýunum, ið til hoyrdu, teir fekk Manasse ikki rikið burt; Kána'anitar fingu í lag at verða búgvandi á hesum leiðum. Táið Ísraelsmenn gjørdust hinir sterkaru, noyddu teir Kána'anitar at træla hjá sær, men burt róku teir teir ikki. Heldur ikki rak Efra'im burt Kána'anitar, sum búðu í Gezer; Kána'anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra har í Gezer. Zebulon rak ikki burt teir, sum búðu í Kitron og Nahalol; Kána'anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra, men noyddust at gera trælaarbeiði. Aser rak ikki burt teir, sum búðu í Akko, ei heldur teir, sum búðu í Zidon, Alab, Akzib, Helba, Afik og Rehob; Aseritar búsettust mitt ímillum Kána'anitar, sum búðu í landinum; teir róku teir ikki burtur. Naftali rak ikki burtur teir, sum búðu í Bet-Semes og Bet-Anat, men búsettist mitt ímillum Kána'anitar, sum búðu í landinum; men fólkið í Bet-Semes og Bet-Anat noyddist at træla hjá teimum. Amoritar troðkaðu Danitar niðan í fjøllini og lótu teir ikki sleppa oman á slættan. Amoritum eydnaðist at verða búgvandi í Har-Heres, Ajalon og Sa'albim; men seinni varð hús Jósefs við yvirlutan og noyddi teir at træla hjá sær. Landamark Amorita gekk av Akrabbimskarði til Sela og longur niðan. KAPITUL Eingil Harrans revsar fólkið, Dómaratíðin, Eingil HARRANS kom úr Gilgal til Bokim. Hann segði: ?Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi og læt tykkum koma inn í landið, sum Eg við eiði hevði lovað fedrum tykkara. Og Eg segði: ?Aldri í allar ævir skal Eg bróta sáttmála Mín við tykkum! Men tit mugu ikki gera sáttmála við teir, sum her í landinum búgva; altar teirra skulu tit bróta niður!? Men tit hava ikki lurtað eftir orðum Mínum hvat er tað, tit hava gjørt! Eg segði eisini: ?Eg skal ikki reka teir burtur fyri tykkum; teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!?? Táið eingil HARRANS segði hetta við allar Ísraelsmenn, skar fólkið í at gráta. Tí varð hetta stað kallað Bokim. Og tey ofraðu har til HARRAN. Táið Josva hevði latið fólkið fara, fóru Ísraelsmenn hvør til arvalut sín, til at taka landið í ogn. Og fólkið dýrkaði HARRAN, so leingi sum Josva livdi, og so leingi sum hinir elstu vóru á lívi, sum livdu longur enn Josva, teir, ið høvdu sæð alt stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt fyri Ísrael. Men tænari HARRANS Josva, sonur Nun, doyði, táið hann var ár; og teir jarðaðu hann í arvaluti hansara, í Timnat-Heres í Efra'imsfjøllum, norðan fyri Ga'asfjall. Eisini alt tað ættarliðið savnaðist til fedrar sínar, og eftir tey kom eitt annað ættarlið, sum hvørki kendi HARRAN ella verkið, ið Hann hevði gjørt fyri Ísrael. Tá gjørdu Ísraelsmenn tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og dýrkaðu Ba'alarnar. Tey vendu sær frá HARRANUM Gudi fedra sína, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, gudar tjóðanna, ið rundan um tey búðu, og tilbóðu teir og vaktu vreiði HARRANS; tey vendu sær frá HARRANUM og dýrkaðu Ba'al og Astartu. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann gav tey ránsmonnum í hendur, og teir rændu tey; Hann seldi tey í hendur fígginda teirra, sum rundan um tey búðu, so tey vóru ikki longur ment at standa seg móti fíggindunum. Hvar tey so hildu fram, var hond HARRANS móti teimum, so at teimum gekst illa sum HARRIN hevði sagt við tey, og sum HARRIN hevði svorið og tey komu í stóra neyð. Tá vakti HARRIN upp dómarar, sum frelstu tey úr hondum ránsmannanna. Tó, heldur ikki dómarar sínar aktaðu tey; tey runnu í trúleysum fráfalli aftan á øðrum gudum og tilbóðu teir. Skjótt viku tey burtur av leiðini, ið fedrar teirra høvdu gingið í lýdni fyri boðum HARRANS tey bregðaðu ikki til teirra. Men hvørja ferð HARRIN læt dómara stíga fram millum teirra, var HARRIN við dómaranum og frelsti tey úr hondum fígginda teirra, so leingi sum dómarin livdi; tí HARRANUM tyktist synd í teimum, táið tey góvu seg undan teimum, ið plágaðu og kúgaðu tey. Men við tað sama sum dómarin var deyður, bóru tey seg aftur illa at, ja, enn verri enn fedrar teirra tey hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; tey góvust ikki við óndu gerðum og ólýdna atburði sínum. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann segði: ?Av tí at hetta fólk hevur brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við fedrar teirra, og ikki aktað orð Míni, so skal Eg heldur ikki hereftir reka so mikið sum eitt av fólkunum burtur, sum Josva læt vera eftir, táið hann doyði. Við teimum skuldi Ísrael verða roynt, um tey vildu akta eftir vegi HARRANS og ganga hann eins og fedrar teirra gjørdu ella ikki.? HARRIN læt tá hesi fólkasløg verða og hevði ongan skund við at reka tey burtur Hann gav tey ikki í hendur Josva. KAPITUL Fólkasløgini í Kána'anslandi, sum Josva ikki hevði vunnið sigur á, Otniel, Ehud, Samgar, Hesi vóru fólkasløgini, ið HARRIN læt verða eftir fyri við teimum at royna Ísrael, allar teir Ísraelsmenn, sum ikki høvdu verið við í nøkrum av bardøgunum um Kána'an bert fyri at hini komandi ættarlið í Ísrael skuldu koma at kenna kríggj og verða vand upp í tí, allir teir, sum ikki høvdu verið í bardaga áður -: Hinir fimm filistarahøvdingar, allir Kána'anitar, Zidoningar og Hevitar, sum búðu á Libanonsfjøllum, frá fjallinum Ba'al-Hermon til hagar sum leiðin liggur til Hamat. Tey vórðu eftir, fyri at Ísrael við teimum kundi verða roynt, so koma kundi fyri dagin, um tey vildu akta boðini, ið HARRIN við Mósesi hevði givið fedrum teirra. Men táið Ísraelsmenn nú búðu mitt ímillum Kána'anitar, Hetitar, Amoritar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar, tóku teir døtur teirra til konur, góvu sonum teirra døtur sínar og dýrkaðu gudar teirra. Ísraelsmenn gjørdu tað, ið ónt var í eygum HARRANS; teir gloymdu HARRAN Gud sín og dýrkaðu Ba'alarnar og Asjerurnar. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann seldi tey Kusan-Risatajim í hendur, honum, sum var kongur í Áram-Naharajim, og Ísraelsmenn stóðu ár undir Kusan-Risatajim. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN, og HARRIN læt hjálparmann stíga fram millum Ísraelsmenn; hann frelsti tey; tað var Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann. Andi HARRANS kom yvir hann, og hann varð dómari í Ísrael; hann fór út í bardaga, og HARRIN gav Kusan-Risatajim, kongin í Áram, í hendur hansara, so at hann vann á Kusan-Risatajim. Landið hevði nú frið í ár; so doyði Otniel Kenizitur. Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Tá læt HARRIN Eglon, kongin í Móab, fáa vald yvir Ísrael aftur fyri at tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Hann fekk við sær Ammonitar og Amalekitar, fór út og vann sigur á Ísrael og tók Pálmastaðin. Undir Eglon, konginum í Móab, stóðu Ísraelsmenn ár. Men táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN, læt HARRIN hjálparmann stíga fram millum teirra, Ehud Benjaminit, son Gera, sum var lámur. Táið Ísraelsmenn einaferð sendu Ehud við skatti til Eglon, kongin í Móab, gjørdi hann sær tvíeggjað svørð, gomed* langt, og bant sær tað við høgru lið undir klæðunum. Síðani fekk hann Eglon, konginum í Móab, skattin. Eglon var ovurhonds feitur maður. Táið hann nú hevði borið fram skattin, fylgdi hann teimum, ið borið hann høvdu, á leið; men sjálvur vendi hann aftur við Pesilim* við Gilgal og læt siga: ?Kongurin, eg havi loyndarboð at bera tær!? Tá bað hann hann tiga, inntil øll, ið rundan um hann stóðu, vóru út farin. Ehud kom tá inn til hansara, og hann sat einsamallur í hinum svala taksali sínum. Ehud segði: ?Eg havi orð frá Gudi til tín!? Tá reisti hann seg úr sessinum. Men Ehud rætti út vinstru hond, dró svørðið undan høgru lið og rendi tað í búk hansara, so at ikki bert blaðið fór inn, men handfangið við; og blaðið fjaldist av ístrinum, tí hann dró ikki svørðið út úr aftur búki hansara; tað kom út fyri aftan. Ehud fór so út í súlugongina, og hann læt aftur dyr taksalsins eftir sær og læsti tær. Táið hann var farin avstað, komu tænararnir; men táið teir sóu, at dyr taksalsins vóru læstar, søgdu teir: ?Hann man hava síni egnu ørindi at gera inni í tí svala kamarinum!? Teir bíðaðu nú ógvuliga leingi, men hann læt ikki upp dyr taksalsins; tá fóru teir eftir lyklinum og lótu upp og fingu tá at síggja, at harri teirra lá deyður á gólvinum. Men Ehud slapp burtur, meðan teir drálaðu; hann var longu komin um Pesilim og náddi til Se'ira. Táið hann var komin hagar, blásti hann í horn á Efra'imsfjalli; tá hildu Ísraelsmenn oman av fjøllunum við honum á odda. Hann segði við teir: ?Skundið tykkum aftan á mær, tí HARRIN hevur givið fíggindar tykkara, Móabitar, í hendur tykkara!? So fylgdu teir eftir honum oman og tóku øll vaðini um Jordan frá Móabitum og lótu ikki ein sleppa yvirum. Teir høgdu tá niður einar Móabitar, sum allir vóru sterkir og djarvir menn; ikki ein slapp. Soleiðis varð Móab ta ferðina kúgað undir hond Ísraels. Og landið hevði frið í ár. Aftan á hann kom Samgar, sonur Anat; við píkstavinum, sum neytini vórðu rikin við, feldi hann mans av Filistarum; soleiðis bjargaði eisini hann Ísrael. KAPITUL Barak og Debora vinna sigur á Jabin og Sisera. Men táið Ehud var deyður, gjørdu Ísraelsmenn við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS. Tá seldi HARRIN tey í hendur Jabins kongs í Kána'an; kongasæti hansara var í Hazor, og herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Haroset-Haggojim. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN. Tí Jabin hevði jarnvagnar og hann kúgaði Ísraelsmenn í ár, og tað hart. Um ta tíðina var Debora, kona Lappidot, dómari í Ísrael; hon var profetinna og sat undir Deborapálma millum Rama og Betel á Efra'imsfjalli; Ísraelsmenn komu til hennara, fyri at hon skuldi døma í málum teirra. Hon sendi nú boð eftir Barak, syni Abinoam, úr Kedes í Naftali, og segði við hann: ?Hoyr boðið, ið HARRIN Gud Ísraels hevur givið: ?Far avstað og far niðan á Taborsfjall, og tak við tær mans av Naftali og Zebulon! So skal Eg leiða Sisera, herhøvdinga Jabins, og vagnar og her hansara til tín, til Kisonsløk, og geva hann í hendur tínar.?? Barak svaraði henni: ?Kemur tú við mær, skal eg fara, men kemur tú ikki við, fari eg heldur ikki!? Tá segði hon: ?Við tær skal eg koma, men so fært tú ikki heiðurin av ferðini, ið tú nú fert, tí HARRIN skal geva Sisera í hendur kvinnu.? So gjørdi Debora seg til og fór við Barak til Kedes. Barak stevndi nú Zebulon og Naftali saman í Kedes, og mans fylgdu honum eftir hagar; eisini Debora fór við. Nú hevði Heber Kenitur skilt seg frá Kenitum, frá sonum Hobab, ið var svágur Móses, og hann hevði reist tjøld síni á leiðunum yvir móti eikini í Za'anajim við Kedes. Táið Sisera frætti, at Barak, sonur Abinoam, var farin niðan á Taborsfjall, stevndi hann saman øllum vagnum sínum, jarnvagnum, og øllum fólkinum, ið hann hevði við sær, úr Haroset-Haggojim til Kisonsløk. Tá segði Debora við Barak: ?Kom nú! Tí tað er í dag, HARRIN fer at geva Sisera í hendur tínar er ikki HARRIN farin út undan tær!? So fór Barak oman av Taborsfjalli, og hinir menninir fylgdu honum. HARRIN loypti ræðslu á Sisera og allar vagnar og allan her hansara, so teir stóðu seg ikki móti Barak og svørði hansara. Sisera leyp av vagninum og flýddi til gongu. Men Barak helt aftan á vagnunum og herinum líka til Haroset-Haggojim, og allur herur Sisera fall fyri svørði ikki ein maður varð eftir. Sisera flýddi til gongu til tjald Jaelar, konu Heber Kenit; tí friður var millum Jabin, kongin í Hazor, og hús Hebers Kenits. Tá fór Jael út ímóti Sisera og segði við hann: ?Kom inn, harri, kom inn hjá mær, óttast ikki!? Hann fór tá inn í tjaldið til hennara, og hon breiddi teppi yvir hann. Hann segði við hana: ?Gev mær ein vatnsopa at drekka, eg eri so tystur!? Hon loysti tá av mjólkasekkinum og gav honum at drekka og breiddi so upp á hann aftur. So segði hann við hana: ?Statt har í tjalddurunum, og kemur onkur og spyr, um nakar er her, so sig nei!? Men Jael, kona Heber, tók tjaldhæl og tók hamara í hondina, sníkti seg inn til hansara og sló hælin gjøgnum tynning hansara, so hann fór niður í jørðina; tí hann var sovnaður fast, við tað at hann var so móður. Soleiðis doyði hann. Barak sum elti Sisera kom nú framvið. Tá fór Jael ímóti honum og segði við hann: ?Kom, eg skal vísa tær mannin, ið tú leitar eftir!? Hann fór tá inn til hennara, og har fekk hann at síggja Sisera liggja deyðan við tjaldhælinum gjøgnum tynningin. Soleiðis læt Gud tann dagin Jabin, kongin í Kána'an, verða kúgaðan av Ísraelsmonnum. Hond Ísraelsmanna kom at liggja tyngri og tyngri á Jabin, konginum í Kána'an, inntil teir heilt gjørdu enda á honum. KAPITUL Songur Deboru og Baraks. Tá sungu Debora og Barak, sonur Abinoam, henda song: ?Lovið HARRANUM fyri, at høvdingar Ísraels fóru fyrstir í stríðið, og fólkið kom sjálvkravt! Hoyrið, tit kongar, lurtið, tit høvdingar! Syngja skal eg, syngja um HARRAN, lovsyngja HARRANUM Gudi Ísraels. HARRI, táið Tú fórt úr Se'ir, táið Tú gekst fram av Edomsmark, ristist jørðin, himlarnir dryppaðu, ja, skýggini lótu streyma niður vatn; fjøllini nøtraðu fyri ásjón HARRANS, sjálvt Sinai, fyri ásjón HARRANS Guds Ísraels. Á døgum Samgars, sonar Anats, á døgum Jaelar, lógu vegirnir í oyði, ferðafólkið sníkti seg eftir avsíðis gøtum. Ísrael fattaðist stýrismann, ja, líka inntil eg, Debora, steig fram, inntil eg steig fram, móðir í Ísrael. Tey valdu sær nýggjar gudar tá var stríð í portrunum! Ei var skjøldur at síggja, ei heldur spjót, hjá hinum fjøruti túsund Ísraels! Hjarta mítt slær fyri høvdingum Ísraels og fyri teimum av fólkinum, ið sjálvkravdir komu. Lovið HARRANUM! Syngið, tit, ið ríða á ljósum eslum, tit, ið sita á teppum, tit, ið ganga á vegnum! Hoyrið, hvussu tey spæla millum vatntrogini! Har lovsyngja tey frelsuverki HARRANS, verki Hansara sum stýrismanni Ísraels. Tá fóru tey niður til portrini, fólk HARRANS. Vakna, vakna, Debora, vakna, vakna, syng song! Reis teg, Barak, og leið burt fangar tínar, tú sonur Abinoam! Tá fór Ísrael avstað sum kappar; sum veldigir krígsmenn helt fólk HARRANS fram. Úr Efra'im fóru teir oman, sum hava rót sína á Amaleksfjalli; bróðir tín Benjamin var millum skarar tínar. Úr Makir komu høvdingar oman, úr Zebulon teir, ið bóru herhøvdingastav. Høvdingarnir í Issakar fylgdu eftir Deboru, og Barak í fótasporum hansara fylgdu teir oman í dalin. Við løkir Rubens tvørraðu ikki ivingar! Hví vart tú sitandi millum fæbyrgini og lurtaði eftir hirðafloytunum? Við løkir Rubens tvørraðu ikki ivingar! Gilead hinumegin Jordan varð hann verandi í mak, og Dan hví dvøldi hann við skipini? Aser sat stillur við sjóvarstrondina, við víkir sínar varð hann verandi í mak. Zebulon var fólk, ið vágaði lívið, somuleiðis Naftali á fjøllum sínum. Kongarnir komu, teir bardust; tá bardust kongar Kána'ans við Ta'anak, við vøtnini í Megiddo herfong av silvuri fingu teir ikki! Av himli bardust tær, stjørnurnar; av vegum sínum bardust tær við Sisera. Kisonsløkur skolaði teir burt, hin eldgamli løkurin, Kisonsløkur. Stíg fram, sál mín, við kraft! Tá trampaðu hógvar hestanna, sum kapparnir hildu fram, hildu fram við øgiligari ferð! ?Banna Meroz!? segði eingil HARRANS; ?banna teimum, ið har búgva, fyri tað at tey komu ikki HARRANUM til hjálpar HARRANUM til hjálpar millum kapparnar!? Signað millum kvinnur veri Jael, kona Heber Kenit, signað millum kvinnur í tjøldum! Um vatn bað hann, mjólk gav hon honum, í dýrari skál bar hon fram róma. Hondina rættir hon út eftir tjaldhælinum, høgru hond sína eftir smíðhamrinum; hon fellir Sisera, klývur høvd hansara, sorar tynning hansara, drívur hælin tvørtur ígjøgnum. Fyri fótum hennara signaði hann, fall hann, lá hann; fyri fótum hennara signaði hann, fall hann; har sum hann signaði, lá hann feldur. Út um vindeygað skoðar hon og rópar, móðir Sisera, út gjøgnum rimaverkið: ?Hví er so leingi, áðrenn vagnur hansara kemur? Hví hoyrist ikki ljóðið frá hógvum vagnhesta hansara enn?? Tá svarar hin klókasta av frúum hennara og sjálv gevur hon sær sama svar -: ?Óivað skifta teir sundur herfongin, ið teir hava vunnið eina gentu ella báðar tvær til mans, herfong av litaðum klæðum til Sisera, herfong av litaðum klæðum, útseymaðum klæðum, eini litað klæði, tvey útseymað hálsklæði til hvørja kvinnuna, ið teir hava tikið!? Soleiðis skulu allir fíggindar Tínir ganga til grundar, HARRI; men tey, ið elska Teg, skulu vera sum sólin, táið hon kemur upp í megi síni!? Landið hevði nú frið í ár. KAPITUL Midjanitar kúga Ísrael, Gideon kallaður til dómara, Men við tað at Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gav HARRIN teir ár í hendur Midjanita. Midjan fekk vald yvir Ísrael. Fyri at verja seg móti Midjanitum var tað, Ísraelsmenn gjørdu sær loyniholini, ið eru at síggja í fjøllunum, hellini og fjallaborgirnar. Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, komu Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan móti teimum; teir løgdust har og herjaðu á teir, forkomu grøði landsins líka til Gaza og lótu einki verða eftir at liva av í Ísrael, heldur ikki smáfæ, neyt ella esil. Tí teir komu hagar við fylgjum og tjøldum sínum; teir komu so mangir í tali sum grashoppur ikki stóð til at telja, hvørki teir ella kamelar teirra; teir brutu seg inn í landið at leggja tað í oyði. Á henda hátt varð Ísrael heilt útarmað av Midjanitum. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN. Og táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN undan Midjanitum, sendi HARRIN profet til teirra, sum segði við tey: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: ?Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi, Eg leiddi tykkum út úr trælahúsinum; Eg frelsti tykkum úr hondum Egypta og úr hondum alra teirra, ið kúgaðu tykkum, og Eg rak teir burtur fyri tykkum og gav tykkum land teirra. Eg segði við tykkum: ?Eg eri HARRIN Gud tykkara; óttist ikki gudar Amorita, í hvørja landi tit búgva!? Men tit aktaðu ikki orð Míni!?? Eingil HARRANS kom nú og setti seg undir eikina í Ofra, har sum Jóas av slekt Abiezers ráddi. Gideon, sonur hansara, stóð tá og treskti hveiti í vínpersuni fyri at bjarga henni undan Midjanitum. Eingil HARRANS vísti seg fyri honum og segði við hann: ?HARRIN er við tær, djarvi kappi!? Men Gideon svaraði honum: ?Hoyr meg, harri! Er HARRIN við okkum, hví er tá alt hetta komið á okkum! Og hvat er vorðið av øllum undurverkum Hansara, sum fedrar okkara hava sagt okkum frá, táið teir søgdu: ?Leiddi ikki HARRIN okkum út av Egyptalandi!? Men nú hevur HARRIN koyrt okkum frá Sær og givið okkum í hendur Midjanita!? Tá vendi HARRIN Sær til hansara og segði: ?Far avstað í hesi styrki tíni, so skalt tú frelsa Ísrael úr hondum Midjanita sanniliga, Eg sendi teg!? Men hann svaraði Honum: ?Hoyr meg, Harri! Hvussu skal eg kunna frelsa Ísrael! Slekt mín er jú tann, ið minst hevur at týða í Manasse, og eg eri yngstur í fedrahúsi mínum!? HARRIN segði við hann: ?Eg skal vera við tær, og tú skalt høgga Midjanitar niður, allar sum ein!? Tá segði hann við Hann: ?Havi eg funnið náði fyri eygum Tínum, so lat meg fáa tekin fyri, at tað er Tú, ið talar við meg! Far ikki avstað hiðani, fyrrenn eg komi aftur til Tín og beri Tær gávu mína og seti hana fyri Teg!? Hann svaraði: ?Eg skal verða verandi her, inntil tú kemur aftur.? Gideon fór nú inn og gjørdi geitarlamb til, tók efu av mjøli og bakaði tað til ósúrgaðar køkur; kjøtið legði hann í kurv, og súpanina helti hann í krukku; so bar hann tað út til Hansara undir eikina og setti tað fram. Tá segði eingil Guds við hann: ?Tak kjøtið og tær ósúrgaðu køkurnar og legg tað á helluna har, stoyt so súpanina út yvir tað!? Hann so gjørdi. Tá rætti eingil HARRANS út stavin, sum hann hevði í hondini, og nam við enda hansara við kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; tá steig eldur upp úr helluni og tærdi upp kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; og eingil HARRANS hvarv frá eygum hansara. Gideon skilti nú, at tað hevði verið eingil HARRANS, og hann segði: ?Vei mær, Harri HARRI, eg havi jú sæð eingil HARRANS andlit til andlit!? Men HARRIN segði við hann: ?Friður veri við tær! Óttast ikki, tú skalt ikki doyggja!? Tá reisti Gideon har HARRANUM altar og kallaði tað ?HARRIN er Friður?; tað stendur enn í dag í Ofra Abiezerita. Somu nátt segði HARRIN við hann: ?Tak tarv faðirs tíns og hin tarvin, tann sjeyára gamla, rív síðani niður ba'alsaltarið, ið faðir tín hevur, og høgg sundur Asjeruna, ið hjá tí stendur! Reis so HARRANUM Gudi tínum altar ovast á klettinum her reis tað, sum tað eigur at verða reist! So skalt tú taka annan tarvin og ofra hann sum brennioffur við viðinum úr Asjeruni, ið tú hevur høgt sundur!? Gideon tók tá tíggju av tænarum sínum við sær og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; men hann gjørdi tað um náttina, tí av ótta fyri skyldfólki sínum og monnunum í staðnum tordi hann ikki at gera tað um dagin. Táið fólkið í staðnum tíðliga morgunin eftir sá ba'alsaltarið niðurrivið, Asjeruna, ið hjá tí hevði staðið, sundurhøgda, og tarvin ofraðan á hinum nýreista altarinum, søgdu tey hvørt við annað: ?Hvør man hava gjørt hetta?? Og táið tey spurdu og kannaðu eftir, varð sagt, at tað var Gideon, sonur Jóas. Tá søgdu menninir í staðnum við Jóas: ?Kom higar við syni tínum, hann skal doyggja! Hann hevur rivið niður ba'alsaltarið og høgt sundur Asjeruna, ið hjá tí stóð!? Men Jóas segði við allar teir, ið rundan um hann stóðu: ?Ætla tit at flyta mál Ba'als? Ætla tit at hjálpa honum? Tann, ið ger seg til talsmann fyri hann, skal doyggja áðrenn morgindagurin kemur! Er hann Gud, so greiði hann sjálvur søk sína móti honum, ið hevur rivið niður altar hansara!? Av hesum fekk Gideon navnið Jerubba'al, við tað at teir søgdu: ?Ba'al greiði søk sína móti honum, síðani hann hevur rivið niður altar hansara!? Allir Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan tóku seg nú saman, fóru um Jordan og tóku støðu á Jizre'elslætta. Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon, og hann blásti í horn; og Abiezeritar savnaðust og fylgdu honum eftir. Hann sendi so boð um í øllum Manasse, og teir savnaðust eisini og fylgdu honum eftir; síðani sendi hann boð til Aser, Zebulon og Naftali, og eisini teir fóru avstað, ímóti hinum. Nú segði Gideon við Gud: ?Er tað nú so, at Tú ætlar at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað, so hygg nú her: Eg leggi hetta seyðaskinnið á treskiplássið; kemur so døgg bert á skinnið, men øll markin er turr, tá veit eg, at Tú fert at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað.? Soleiðis varð; táið hann tíðliga morgunin eftir vant skinnið, vant hann døgg burtur úr tí, upp í fulla skál av vatni. Men Gideon segði við Gud: ?Verð ikki illur við meg, um eg tali til Tín eina ferð enn! Lat meg bert eina ferð enn vita við skinninum: Lat skinnið einsamalt vera turt, men døgg falla á jørðina rundanum!? Tá gjørdi Gud so náttina eftir: Skinnið var einsamalt turt, men døgg fall á jørðina rundanum. KAPITUL Gideon vinnur sigur á Midjanitum. Tíðliga morgunin eftir helt Jerubba'al tað er Gideon avstað við øllum fólkinum, ið við honum var, og tók støðu við Harodkeldu; men Midjanitar høvdu tikið støðu norðan fyri hann, av Morehædd oman í dalin. Tá segði HARRIN við Gideon: ?Tú hevur ov mikið fólk við tær! So mongum gevi Eg ikki Midjanitar í hendur; annars kundi Ísrael erpað sær ímóti Mær og sagt: ?Tað er mín egna hond, ið hevur frelst meg!? Lat tí nú rópa út fyri fólkinum: ?Ein og hvør, ið óttafullur og ræddur er, hann kann venda við og fara heimaftur av Gileadsfjalli!?? Tá vendu mans av fólkinum aftur, og vórðu eftir. Men HARRIN segði við Gideon: ?Ov mikið fólk er enn! Lat teir fara oman at vatninum, so skal Eg royna teir fyri teg har, og tann, ið Eg sigi, skal fara við tær, hann skal fara við tær, men ein og hvør, sum Eg sigi, ikki skal fara við tær, hann skal ikki fara!? Hann læt nú fólkið fara oman at vatninum, og HARRIN segði við Gideon: ?Allar teir, ið leppa vatnið við tunguni eins og hundar, skalt tú lata standa fyri seg, og somuleiðis allar teir, ið leggja seg á knæ at drekka!? Teir, ið tá leptu vatnið við at drekka úr lógvanum, vóru í tali; alt hitt fólkið legði seg á knæ at drekka av vatninum. Tá segði HARRIN við Gideon: ?Við hinum monnum, ið leptu, skal Eg frelsa tykkum og geva Midjanitar í hond tína; alt hitt fólkið kann fara aftur til hús!? Hann tók so ferðakostin og hornini frá fólkinum; síðani læt hann allar Ísraelsmenn fara heimaftur hvønn til sín, teir menninar undantiknar; teir hevði hann eftir hjá sær. Og tilhald Midjanita var niðan fyri hann, á slættanum. Somu nátt segði HARRIN við hann: ?Reis teg og far oman í tilhaldið! Eg havi givið teir í hond tína. Og ræðist tú at fara oman, so far fyrst oman við tænara tínum Pura! Lurta so eftir tí, sum teir tosa har, so skalt tú fáa dirvi at fara oman í tilhaldið!? So fóru hann og tænari hansara Pura oman til teirra, sum hildu vakt ytst í tilhaldinum. Midjanitar, Amalekitar og allar ættirnar fyri eystan høvdu tikið støðu har á slættanum, so tættir sum grashoppur; ikki stóð til at telja kamelar teirra; teir vóru sum sandur á sjóvarstrond. Júst táið Gideon kom, var har ein maður, sum segði einum øðrum frá dreymi, ið hann hevði havt; hann segði: ?Eg hevði dreym, og veitst tú, byggbreyð kom rullandi oman móti tilhaldi Midjanita; táið tað kom at tjaldinum, rendi tað undir tað og koyrdi tað umkoll, og har lá tjaldið!? Tá svaraði hin: ?Hatta er einki annað enn svørð Gideons Ísraelsmans, sonar Jóasar Gud hevur givið Midjanitar og alt tilhaldið í hond hansara!? Táið Gideon hoyrdi henda dreym verða frásagdan, og hvussu hann varð týddur, tilbað hann. Síðani fór hann aftur, hagar sum Ísrael hevði tikið støðu, og segði: ?Á føtur! HARRIN hevur givið Midjanitaherin í hond tykkara!? Síðani býtti hann teir menninar sundur í tríggjar flokkar og gav teimum øllum horn í hendurnar, somuleiðis tómar krukkur við kyndlum í. Og hann segði við teir: ?Aktið nú eftir mær og gerið sum eg! Táið eg komi tætt at tilhaldinum, skulu tit gera sum eg; táið eg blási í hornið, eg og allir teir, ið við mær eru, skulu eisini tit blása í hornini rundan um alt tilhaldið og rópa: ?Fyri HARRAN og fyri Gideon!?? Gideon og teir menninir, ið hjá honum vóru, komu nú tætt at tilhaldinum tað var, táið mittasta náttarvaktin tók við; teir høvdu júst sett vaktarmenninar. Teir blástu tá í hornini og brutu sundur krukkurnar, sum teir høvdu í hondini. Teir blástu í hornini, allir tríggir flokkarnir, og brutu sundur krukkurnar; við vinstru hond tóku teir kyndlarnar, og í høgru hond høvdu teir hornini og blástu í tey, og teir róptu: ?Svørð fyri HARRAN og fyri Gideon!? Teir vórðu standandi, har sum teir stóðu, hvør á staði sínum, rundan um tilhaldið. Tá vaknaði allur herurin, og teir skóru í róp og flýddu. Táið teir blástu í tey hornini, vendi HARRIN svørði teirra móti teirra egnu monnum í øllum herinum; allur herurin flýddi til Bet-Hasitta, yvir ímóti Zerera, at áarbakkanum við Abel-Mehola, beint yvir av Tabbat. Nú vórðu Ísraelsmenn stevndir saman úr Naftali, Aser og øllum Manasse, og teir hildu eftir Midjanitum. Og Gideon sendi boð um í øllum fjallalandi Efra'ims og læt kunngera: ?Farið móti Midjanitum og forðið teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan!? Tá vórðu allir Efra'imitar stevndir saman, og teir forðaðu teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan. Teir tóku tveir høvdingar Midjanita, Oreb og Ze'eb; Oreb drópu teir á Orebskletti, og Ze'eb í Ze'ebsvínpersu. Síðani hildu teir eftir Midjanitum; men høvd Orebs og Ze'ebs høvdu teir við sær til Gideon hinumegin Jordan. KAPITUL Stríð millum Efra'imitar og Gideon, Hann drepur Zeba og Zalmunna. Revsar menninar í Sukhot og Penuel, Ger lívkyrtil, Synir hansara. Hann doyr, Men Efra'imitar søgdu við hann: ?Hví bart tú teg so at við okkum? Hví sendi tú ikki boð eftir okkum, táið tú fórt í bardaga móti Midjanitum?? Og teir settu harðliga at honum. Hann svaraði teimum: ?Hvat havi eg gjørt, sum er ímóti tí, sum tit hava gjørt! Er ikki seinnaheyst Efra'ims betri enn vínheyst Abiezers! Í hendur tykkara gav Gud midjanitahøvdingarnar Oreb og Ze'eb hvat havi eg verið mentur at gera, sum er ímóti tí, sum tit hava gjørt!? Táið hann segði so við teir, stillaðist vreiði teirra móti honum. Gideon kom nú at Jordan, hann og teir menninir, ið við honum vóru, og teir vóru útlúgvaðir av at elta fíggindan. Hann segði tá við menninar í Sukkot: ?Gevið monnunum, ið við mær fylgja, nøkur breyð, tí teir eru útlúgvaðir, og eg elti nú midjanitakongarnar Zeba og Zalmunna!? Men høvdingarnir í Sukkot svaraðu: ?Hevur tú tá longu fingið fatur á Zeba og Zalmunna, síðani vit skulu geva heri tínum breyð!? Tá segði Gideon: ?Gott! Táið HARRIN hevur givið Zeba og Zalmunna í hendur mínar, skal eg treskja kroppar tykkara við tornum úr oyðimørkini og við tistlum!? So fór hann haðani til Penuel og segði tað sama við teir, og við tað at menninir í Penuel svaraðu honum tað sama, sum menninir í Sukkot, segði hann á sama hátt við teir: ?Táið eg komi aftur í øllum góðum, skal eg bróta niður tornið her!? Zeba og Zalmunna vóru í Karkor við heri sínum, úti við monnum tað var alt, ið eftir var av heri ættanna fyri eystan; men vápnaførir menn vóru falnir. Gideon fór nú tjaldbúgvaleiðina, eystan fyri Noba og Jogbea, og leyp á herin, sum ikki vardi ilt. Zeba og Zalmunna flýddu; men hann helt eftir teimum og hertók teir báðar, midjanitakongarnar Zeba og Zalmunna, og spjaddi allan herin sundur. Táið nú Gideon, sonur Jóas, kom aftur úr bardaganum, av Heresskarði, fekk hann fatur á einum drongi úr Sukkot og fregnaði hann, og drongurin skrivaði honum upp høvdingarnar og hinar elstu í Sukkot, mans. Táið hann so kom til menninar í Sukkot, segði hann: ?Hyggið, her eru Zeba og Zalmunna, sum tit háðaðu meg við, táið tit søgdu: ?Hevur tú tá longu fingið fatur á Zeba og Zalmunna, síðani vit skulu geva útlúgvaðu monnum tínum breyð!?? So legði hann hond á teir elstu í býnum, tók tornir úr oyðimørkini og tistlar og tyktaði við teimum menninar í Sukkot. Og tornið í Penuel breyt hann niður og drap menninar í býnum. Síðani segði hann við Zeba og Zalmunna: ?Hvussu sóu teir út, menninir, ið tit drópu á Tabor?? Teir svaraðu: ?Teir líktust tær hvør og ein sá út sum kongasonur!? Tá segði hann: ?Tað vóru brøður mínir, synir móður! So satt sum HARRIN livir, høvdu tit spart lív teirra, so hevði eg ikki dripið tykkum!? So segði hann við Jeter, elsta son sín: ?Reis teg og drep teir!? Men drongurin dró ikki svørðið; hann tordi ikki, tí hann var so ungur enn. Tá søgdu Zeba og Zalmunna: ?Reis teg sjálvur og høgg okkum niður, tí sum maðurin er, so er styrki hansara!? So reistist Gideon og drap Zeba og Zalmunna. Og hann tók hálvmánarnar, ið kamelar teirra høvdu um hálsin. Nú søgdu Ísraelsmenn við Gideon: ?Tú skalt vera kongur okkara, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín; tí tú hevur frelst okkum úr hondum Midjanita!? Men Gideon svaraði teimum: ?Eg vil ikki vera kongur tykkara, og ikki skal sonur mín vera tað HARRIN skal vera kongur tykkara!? Síðani segði Gideon við teir: ?Eg fari at biðja tykkum um eitt: Ein og hvør av tykkum skal geva mær teir ringar, sum eru uppi í fongi hansara.? Tí Midjanitar gingu við gullringum, teir vóru Ísmaelitar. Teir svaraðu: ?Tað er gaman í!? So breiddi hann út kappa sín, og á hann legði ein og hvør teirra ringarnar, sum vóru uppi í fongi hansara. Vekt gullringanna, ið hann hevði biðið um, var seklar í gulli umframt hálvmánarnar, oyrnaringarnar og purpurklæðini, sum midjanitakongarnir høvdu verið í, og umframt keturnar, ið kamelar teirra høvdu havt um hálsin. Av hesum læt Gideon gera lívkyrtil og setti hann upp í Ofra, føðistaði sínum. Og alt Ísrael dýrkaði hann har sum avgud, og hann varð Gideon og húsi hansara snerra. Soleiðis vórðu nú Midjanitar kúgaðir undir Ísraelsmonnum, og teir reistu seg ikki aftur; landið hevði tá frið í ár, so leingi sum Gideon livdi. So fór Jerubba'al, sonur Jóas, heim til sín sjálvs og varð búgvandi har. Gideon átti synir, sum vóru komnir úr lendum hansara; tí hann hevði nógvar konur. Í Sikem hevði hann hjákonu; við henni fekk hann son, sum hann gav navnið Abimelek. Gideon, sonur Jóas, doyði í góðari elli og varð jarðaður í grøv Jóasar, faðirs síns, í Ofra, staði Abiezerita. Men táið Gideon var deyður, fóru Ísraelsmenn aftur at halda seg til Ba'alarnar og tóku sær Ba'al-Berit til gud. Ísraelsmenn mintust ikki HARRAN Gud sín, Hann, sum hevði frelst teir úr hondum alra fígginda teirra, ið rundan um teir vóru. Heldur ikki vístu teir húsi Jerubba'als, Gideons, nakran kærleika, aftur fyri alt tað góða, ið hann hevði gjørt Ísrael. KAPITUL Abimelek. Abimelek, sonur Jerubba'al, fór til Sikem, til móðurbrøður sínar, og hann tosaði við teir og við alt móðurfólk sítt og segði: ?Sigið við allar Sikemsmenn: ?Hvat man vera tykkum betri, at menn, allir synir Jerubba'al, stjórna hjá tykkum, ella at ein einstakur maður ger tað! Minnist, at eg eri hold tykkara og bein!?? Móðurbrøður hansara søgdu nú alt hetta fyri hann við allar Sikemsmenn; og hugur teirra vendist til Abimelek, tí teir søgdu: ?Hann er jú bróðir okkara!? So góvu teir honum seklar av silvuri úr templi Ba'al-Berits; fyri teir leigaði hann sær rekavætti og illmenni og gjørdist formaður teirra. Síðani fór hann til hús faðirs síns í Ofra og drap brøður sínar, teir synir Jerubba'al, á einum og sama steini; eingin varð eftir uttan Jótam, yngsti sonur Jerubba'al hann hevði krógvað seg. Allir Sikemsmenn og allir teir, sum í Millo* búðu, komu nú saman; teir fóru avstað, og við Minnissteinseik í Sikem gjørdu teir Abimelek til kong. Táið Jótam fekk hetta at frætta, fór hann niðan á tind Garizimsfjals; har stóð hann og rópti hart og segði við teir: ?Hoyrið meg, Sikemsmenn, so skal Gud hoyra tykkum! Einaferð fóru trøini at salva sær kong. Tey søgdu tá við oljutræið: ?Ver tú kongur okkara!? Men oljutræið svaraði teimum: ?Skuldi eg latið fiti mína farið, sum gudar og menniskju æra meg fyri, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!? So søgdu trøini við fikutræið: ?Kom tú og ver kongur okkara!? Men fikutræið svaraði teimum: ?Skuldi eg latið søtleika mín farið og góða ávøkst mín, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!? Nú søgdu trøini við víntræið: ?Kom tú og ver kongur okkara!? Men víntræið svaraði teimum: ?Skuldi eg latið vínløg mín farið, sum gleðir gudar og menniskju, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!? Tá søgdu øll trøini við tornarunnin: ?Kom tú og ver kongur okkara!? Tornarunnurin svaraði trøunum: ?Er tað álvara, at tit ætla at salva meg til kong yvir tykkum, so komið og søkið tykkum skjól í skugga mínum! Men um ikki, so skal eldur ganga út úr tornarunninum og brenna upp sedristrøini á Libanon!? So hoyrið nú: Hava tit borið tykkum sannhjartað og ærliga at, táið tit gjørdu Abimelek til kong, og hava tit gjørt væl við Jerubba'al og hús hansara og lønt honum aftur tað, ið hann gjørdi pápi bardist jú fyri tykkum og vágaði lívið fyri at frelsa tykkum úr hondum Midjanita; men tit hava í dag reist tykkum móti húsi faðirs míns, dripið synir hansara, menn, á einum og sama steini, og gjørt son trælkvinnu hansara, Abimelek, til kong yvir Sikemsmonnum, fyri tað at hann er bróðir tykkara ja, hava tit í dag borið tykkum sannhjartað og ærliga at móti Jerubba'al og húsi hansara, so fái tit gleði av Abimelek, og so fái hann gleði av tykkum! Men um ikki, so gangi eldur út frá Abimelek og brenni upp Sikemsmenn og teir, sum í Millo búgva, og eldur gangi út frá Sikemsmonnum og teimum, sum í Millo búgva, og brenni upp Abimelek!? So flýddi Jótam; og hann komst undan og fór til Be'er; har búsettist hann fyri at vera tryggur fyri bróður sínum, Abimelek. Trý ár ráddi Abimelek í Ísrael. Tá sendi Gud illan anda, sum setti split millum Abimelek og Sikemsmenn, og Sikemsmenn fullu frá Abimelek fyri at níðingsverkið móti hinum sonum Jerubba'al skuldi verða hevnt, og blóð teirra koma yvir bróður teirra, Abimelek, sum hevði dripið teir, og yvir Sikemsmenn, sum høvdu styðjað hann, so hann fekk dripið brøður sínar. Sikemsmenn løgdu tá menn á lúr móti honum á fjallatindarnar, og teir rændu hvørt ferðafólk, ið kom fram við teimum. Hetta fekk Abimelek at vita. Nú kom Ga'al, sonur Ebed, við brøðrum sínum og flutti til Sikem, og Sikemsmenn fingu álit á honum. Teir fóru út á markina og heystaðu víngarðar sínar og persaðu vínberini; so hildu teir takkargildi og fóru inn í tempul guds síns, ótu og drukku og bannaðu Abimelek. Ga'al, sonur Ebed, segði: ?Hvør er Abimelek, og hvat er Sikem at vit skuldu verið trælir hansara! Hann er jú sonur Jerubba'al, og Zebul er fúti hansara! Nei, tænið monnum, ið ættaðir eru frá Hamor, faðir Sikem! Hví skuldu vit verið trælir hansara! Hevði eg bert havt vald yvir fólkinum her, so skuldi eg skjótt rikið Abimelek burt!? Og hann segði: ?Ger her tín størri, Abimelek, og kom!? Táið Zebul, høvuðsmaðurin í býnum, hoyrdi tað, ið Ga'al, sonur Ebed, segði, tendraðist vreiði hansara, og hann sendi loyniliga boð til Abimelek og læt siga: ?Ga'al, sonur Ebed, og brøður hansara eru komnir til Sikem, og teir eggja staðin upp móti tær! Halt tí avstað á náttartíð við monnunum, ið tú hevur hjá tær, og legg teg á lúr á markini! Leyp so á býin tíðliga á morgni, táið sólin kemur undan! Táið tá hann og menn hansara halda út ímóti tær, kanst tú gera við teir, sum tær ber til!? Abimelek helt tá avstað um náttina við øllum monnunum, ið hann hevði hjá sær, og teir løgdu seg á lúr móti Sikem í fýra flokkum. Nú kom Ga'al, sonur Ebed, út og stóð í býportrinum, og í tí sama reistust teir, Abimelek og menn hansara, sum høvdu ligið á lúri. Táið Ga'al sá fólkið, segði hann við Zebul: ?Hygg, fólk kemur oman av fjallatindunum!? Zebul segði við hann: ?Tað er skuggan av fjøllunum, ið tú heldur vera fólk!? Men Ga'al segði uppaftur: ?Jú, fólk kemur oman av Miðfjalli, og ein annar flokkur kemur eftir vegnum frá Gandakallaeik!? Tá segði Zebul við hann: ?Hvar eru nú stóru orð tíni, tú, sum segði: ?Hvør er Abimelek, at vit skulu vera trælir hansara!? Har eru menninir, ið tú vanvirdi far nú út og barst við teir!? Ga'al helt tá avstað á odda fyri Sikemsmonnum, og teir og Abimelek brustu saman. Men Abimelek vann hann og rak hann undan sær, og nógvir fullu líka inn at býportrinum. Abimelek varð síðani verandi í Aruma, og Zebul rak Ga'al og brøður hansara burtur úr Sikem. Dagin eftir fór fólkið út á akurin, og hetta fekk Abimelek at vita. Tá tók hann menn sínar, býtti teir í tríggjar flokkar og legði seg á lúr á markini; og táið hann sá fólkið koma út úr býnum, herjaði hann á tey og vann sigur á teimum. Abimelek og flokkurin, ið við honum var, lupu fram og tóku støðu við býportrið; men hinir báðir flokkarnir herjaðu á tey, sum úti á markini vóru, og høgdu tey niður. Og eftir at Abimelek allan dagin ígjøgnum hevði gjørt álop á býin, tók hann hann, drap fólkið har, breyt býin niður og stroyddi salt á hann. Táið menninir í Sikemsborg hoyrdu hetta, fóru teir allir inn í tornið, sum hoyrdi til tempul El-Berits.* Við tað sama sum Abimelek fekk at vita, at allir menninir í Sikemsborg høvdu savnað seg, fór hann við øllum monnum sínum niðan á Zalmonfjall. Har tók hann eina øks og høgdi greinar av trøunum, tók tær upp, legði tær á økslina og segði við menninar, ið við honum vóru: ?Skundið tykkum og gerið tað sama, sum tit sóu, eg gjørdi!? Allir menninir høgdu tá hvør sína byrði av greinum og fylgdu eftir Abimelek; so løgdu teir greinarnar upp við torninum og settu við teimum eld á tornið. Soleiðis doyði eisini alt fólkið í Sikemsborg, úti við menn og kvinnur. Síðani fór Abimelek til Tebez, og hann kringsetti staðin og tók hann. Inni í býnum var sterkt torn; hagar flýddu bæði menn og kvinnur, øll, sum í býnum vóru; og tey stongdu eftir sær og fóru upp á takið á torninum. Abimelek helt tá fram at torninum og kringsetti tað; men táið hann gekk fram at portri tornsins og ætlaði at seta eld á tað, kastaði kvinna kvarnarstein niður á høvd hansara og soraði skallan. Abimelek rópti tá skundisliga á vápnasvein sín: ?Drag svørðið og drep meg, so ikki skal verða sagt, at kvinna hevur dripið meg!? Vápnasveinurin stakk tá svørðið ígjøgnum hann, so hann doyði. Men táið Ísraelsmenn sóu, at Abimelek var deyður, fóru teir hvør heim til sín. Soleiðis hevndi Gud illgerðina, ið Abimelek gjørdi faðir sínum, táið hann drap teir brøður sínar. Og alt tað ónda, ið Sikemsmenn høvdu gjørt, læt Gud koma oman yvir teirra egna høvd. Á henda hátt kom bann Jótams, sonar Jerubba'als, oman yvir teir. KAPITUL Tola, Ja'ir, Ísrael er við sama lagi trúleyst, kemur í neyð og vendir sær til Harran eftir hjálp, Eftir Abimelek steig Tola fram og frelsti Ísrael; hann var sonur Pua, son Dodo, av ætt Issakars, og búði í Samir á Efra'imsfjalli. Hann var í ár dómari í Ísrael. Táið hann doyði, varð hann jarðaður í Samir. Eftir hann steig fram Ja'ir Gileaditur; hann var í ár dómari í Ísrael. Hann hevði synir, sum riðu á eslum, og teir høvdu býir, sum enn í dag kallast tjaldbýir Ja'irs; teir liggja í Gilead. Táið Ja'ir doyði, varð hann jarðaður í Kamon. Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; teir dýrkaðu Ba'alarnar og Astarturnar og gudar Árams, Zidons, Móabs, Ammonita og Filistara; teir fullu frá HARRANUM og dýrkaðu ikki Hann. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael; Hann seldi tey í hendur Filistara og Ammonita, og teir byrjaðu sama ár at kúga Ísraelsmenn og fara illa við teimum; í átjan ár kúgaðu teir allar Ísraelsmenn, sum búðu hinumegin Jordan, í Amoritalandi, í Gilead. Og Ammonitar fóru um Jordan til eisini at herja á Juda, Benjamin og hús Efra'ims, so at Ísraelsmenn komu í stóra neyð. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN og søgdu: ?Vit hava syndað móti Tær, tí vit hava vent okkum frá HARRANUM Gudi okkara og dýrkað Ba'alarnar!? Men HARRIN svaraði Ísraelsmonnum: ?Havi Eg ikki frelst tykkum frá Egyptum, Amoritum, Ammonitum og Filistarum! Og táið Zidoningar, Amalekitar og Midjanitar fóru illa við tykkum, og tit róptu til Mín, frelsti Eg tykkum úr hondum teirra. Men tit vendu tykkum frá Mær og dýrkaðu aðrar gudar! Tí vil Eg ikki hjálpa tykkum uppaftur! Farið nú og rópið til gudarnar, ið tit hava valt tykkum! Latið teir frelsa tykkum, nú tit eru í slíkari neyð!? Tá søgdu Ísraelsmenn við HARRAN: ?Vit hava syndað! Ger við okkum, sum Tær tykist gott, men frels okkum bert nú!? Og tey fingu teir fremmandu gudarnar burtur og dýrkaðu HARRAN; tá orkaði Hann ikki longur at síggja neyð Ísraels. Ammonitar vórðu nú stevndir saman, og teir tóku støðu í Gilead; eisini Ísraelsmenn savnaðust, og teir tóku støðu í Mizpa. Tá segði fólkið høvdingarnir í Gilead hvør við annan: ?Hvar er tann maður, ið vil byrja kríggið við Ammonitar? Hann skal vera høvdingi yvir øllum, sum í Gilead búgva!? KAPITUL Jefta. Jefta Gileaditur var veldigur kappi. Men hann var skøkjusonur; faðir hansara var Gilead. Eisini við konu síni átti Gilead synir; og táið synir konunnar komu til, róku teir Jefta burt og søgdu við hann: ?Tú fært ikki part í arvinum eftir pápa, tí tú ert sonur fremmanda kvinnu!? Jefta flýddi tá fyri brøðrum sínum og búsettist í landinum Tob; har savnaðist ein flokkur av vánamonnum um hann og vóru við honum á ferðum hansara. So gekk ein tíð; tá var tað, Ammonitar herjaðu á Ísrael. Og táið Ammonitar byrjaðu bardaga móti Ísrael, fóru hinir elstu í Gilead avstað at fáa Jefta heimaftur úr landinum Tob. Teir søgdu við Jefta: ?Kom og ver formaður okkara, so skulu vit halda ímóti Ammonitum!? Jefta svaraði hinum elstu í Gilead: ?Hava tit ikki hatað meg og rikið meg burtur úr húsi faðirs míns! Hví koma tit tá til mín, nú tit eru í neyð?? Men hinir elstu í Gilead søgdu við Jefta: ?Tí koma vit jú aftur til tín nú! Vilt tú koma við okkum í bardaga móti Ammonitum, so skalt tú vera høvdingi yvir okkum, yvir øllum, sum í Gilead búgva!? Tá svaraði Jefta hinum elstu í Gilead: ?Fáa tit meg nú heimaftur við tykkum, í bardaga móti Ammonitum, og HARRIN gevur teir í vald mítt, so eri tað eg, ið skal vera høvdingi tykkara!? Hinir elstu í Gilead søgdu við Jefta: ?HARRIN skal vera vitni okkara millum Hann straffi okkum, gera vit ikki, sum tú sigur!? So fór Jefta við hinum elstu í Gilead; fólkið gjørdi hann til høvdinga og formann sín, og í Mizpa tók hann upp aftur fyri ásjón HARRANS alt tað, ið hann hevði sagt. Nú sendi Jefta boð til ammonitakong og læt siga: ?Hvat er okkara millum, síðani tú kemur ímóti mær at herja á land mítt?? Ammonitakongur svaraði sendimonnum Jefta: ?Jú, Ísrael tók land mítt, táið teir komu úr Egyptalandi, líka frá Arnon at Jabbok og Jordan lat tað nú aftur við góðum!? Men Jefta sendi uppaftur boð til ammonitakong og læt siga: ?So sigur Jefta: ?Ísrael hevur ikki tikið land frá Móab ella frá Ammon! Tí táið teir fóru út av Egyptalandi, fór Ísrael gjøgnum oyðimørkina at Reyðahavi og kom síðani til Kades. Tá sendi Ísrael boð til edomskong og læt siga: ?Gev mær loyvi at fara gjøgnum land títt!? Men edomskongur lurtaði ikki eftir teimum. Eisini til móabskong sendu teir boð; men heldur ikki hann vildi. Ísrael varð tá búgvandi í Kades. So fóru teir ígjøgnum oyðimørkina og komu á ferð síni hvørki inn í land Edoms ella Móabs; og táið teir vóru komnir eystur um land Móabs, tóku teir støðu hinumegin Arnon; men teir settu ikki fót sín á tað, ið Móab átti Arnon er jú mark Móabs. Ísrael sendi so boð til kongin í Hesbon, Sihon amoritakong, og læt siga: ?Gev okkum loyvi at fara ígjøgnum land títt, so vit fáa komið, hagar ið vit skulu fara!? Men Sihon trúði ikki Ísrael so væl, at hann tordi at lata tey fara ígjøgnum land sítt; hann savnaði allan her sín, og teir tóku støðu í Jaza og lupu á Ísrael. Tá gav HARRIN Gud Ísraels Sihon og allan her hansara í hendur Ísraels, so at teir vunnu sigur á teimum. Og alt landið, ið Amoritar búðu í, legði Ísrael undir seg; teir tóku alt Amoritaland, líka frá Arnon at Jabbok og frá oyðimørkini at Jordan. Soleiðis rak HARRIN Gud Ísraels Amoritar burt fyri Ísrael, fólki Sínum og nú ætlar tú at leggja land teirra undir teg! Er tað ikki so, at tað, ið gudur tín, Kamos, letur teg fáa, tað tekur tú í ogn? Og alt tað, ið HARRIN Gud okkara ruddar fyri okkum, tað taka vit í ogn! Heldur tú teg standa so nógv fremri enn Balak, son Zippor, kongin í Móab? Yppaði hann stríð við Ísrael, ella fór hann í bardaga móti teimum! Nú hevur Ísrael í ár búð í Hesbon og býunum, sum hoyra til tað, í Aroer og býunum, sum hoyra til tað, og í øllum býunum, sum liggja fram við Arnon hví hava tit ikki tikið teir aftur alla hesa tíð? Eg havi einki ilt gjørt tær, men nú gert tú mær órætt við at leypa á meg. HARRIN, Hann, sum er dómarin, skal í dag døma millum Ísraelsmenn og Ammonitar!?? Men ammonitakongur lurtaði ikki eftir tí, sum sendimenn Jefta søgdu við hann. Tá kom Andi HARRANS yvir Jefta, og hann fór ígjøgnum Gilead og Manasse; síðani fór hann til Mizpa í Gilead, og úr Mizpa í Gilead fór hann móti Ammonitum. Jefta gjørdi HARRANUM lyfti og segði: ?Gevur Tú Ammonitar í hendur mínar, so skal tann, ið fyrstur kemur ímóti mær úr húsdurum mínum, táið eg í øllum góðum komi aftur frá Ammonitum, hoyra HARRANUM til; eg skal ofra hann sum brennioffur!? So fór Jefta avstað í bardaga móti Ammonitum, og HARRIN gav teir í hendur hansara. Hann vann teir, elti teir frá Aroer allan vegin til Minnit og tók tjúgu býir frá teimum; síðani elti hann teir líka til Abel-Keramim, og mannafallið var ógvuligt. Soleiðis lógu Ammonitar undir fyri Ísraelsmonnum. Men táið Jefta kom aftur til Mizpa, heim til sín sjálvs, kom dóttir hansara ímóti honum við trummum og dansi. Hon var einasta barn hansara umframt hana hevði hann hvørki son ella dóttur. Táið hann fekk eyga á hana, skræddi hann klæði síni og rópti: ?Á, dóttir mín, á, tann sorg, tú voldir mær, á, tann vanlukka, ið tú dregur oman yvir meg! Eg havi gjørt HARRANUM lyfti, og eg kann ikki taka tað aftur!? Tá svaraði hon honum: ?Pápi! Hevur tú gjørt HARRANUM lyfti, so ger við meg, sum tú hevur lovað, við tað at HARRIN læt teg fáa hevnd yvir fíggindar tínar, Ammonitar!? Men hon segði við faðir sín: ?Eitt fari eg at biðja teg um: Gev mær freist í tveir mánaðir, so eg kann ganga um á fjøllunum og saman við vinkonum mínum gráta um tað, at eg má doyggja sum moyggj!? Hann svaraði: ?Ger so!? Og hann gav henni loyvi at vera burtur tveir mánaðir; hon fór tá avstað við vinkonum sínum og græt á fjøllunum um tað, at hon skuldi doyggja sum moyggj. Táið so teir báðir mánaðirnir vóru gingnir, kom hon aftur til faðir sín, og hann gjørdi við hana eftir lyftinum, ið hann hevði lovað. Maður var henni aldri nær. Og tað varð siður í Ísrael, at døtur Ísraels hvørt ár fara at prísa dóttur Jefta Gileadit fýra dagar um árið. KAPITUL Framhald, Ibzan, Elon, Abdon, Nú vórðu Efra'imitar stevndir saman, og teir hildu norðureftir; teir søgdu við Jefta: ?Hví sendi tú ikki boð eftir okkum, táið tú fórt avstað í bardaga móti Ammonitum? Nú skulu vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!? Men Jefta svaraði teimum: ?Eg og menn mínir vóru í bardaga, og Ammonitar gingu hart á okkum; tá sendi eg tykkum boð, men tit hjálptu mær ikki ímóti teimum; táið eg so sá, at eingin kom mær til hjálpar, vágaði eg lívið og fór ímóti Ammonitum, og HARRIN gav teir í hendur mínar. Hví koma tit nú leikandi ímóti mær og vilja herja á meg?? So savnaði Jefta alt fólkið í Gilead og leyp á Efra'imitar, og Gileadsmenn vunnu Efra'imitar; tí teir høvdu sagt: ?Tit eru rýmdir úr Efra'im! Gilead liggur mitt í Efra'im, mitt í Manasse!? Og Gileaditar forðaðu Efra'imitum við vaðini um Jordan; hvørja ferð onkur Efra'imitur, sum var flýddur úr bardaganum, kom og segði: ?Lat meg sleppa yvirum!? so søgdu Gileadsmenn við hann: ?Ert tú Efra'imitur?? Táið hann so svaraði nei, søgdu teir við hann: ?Sig sjibbolet!? Táið hann so segði sibbolet, av tí at hann dugdi ikki at bera tað rætt fram, so løgdu teir hond á hann og høgdu hann niður har við vaðini um Jordan. Ta ferðina fullu Efra'imitar. í ár var Jefta dómari í Ísrael. So doyði Jefta Gileaditur og varð jarðaður í staði sínum í Gilead. Eftir hann var Ibzan úr Betlehem dómari í Ísrael. Hann hevði synir; døtur gifti hann burtur, og við tað at hann fekk sonum sínum konur aðrastaðni frá, fekk hann eisini døtur. Hann var í ár dómari í Ísrael. So doyði Ibzan og varð jarðaður í Betlehem. Eftir hann var Elon Zebulonitur dómari í Ísrael; hann var í ár dómari í Ísrael. So doyði Elon Zebulonitur og varð jarðaður í Ajalon í Zebulonslandi. Eftir hann var Abdon Piratonitur, sonur Hillel, dómari í Ísrael. Hann átti synir og sonasynir, sum riðu á eslum. Hann var í ár dómari í Ísrael. So doyði Abdon Piratonitur, sonur Hillel, og varð jarðaður í Piraton í Efra'imslandi, á Amalekitafjalli. KAPITUL Samson verður føddur. Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS; og HARRIN gav teir í hendur Filistara í ár. Í Zora búði maður av ætt Danita; hann æt Manoa. Kona hansara var ófruktbør; hon hevði aldri átt barn. Nú opinberaðist eingil HARRANS fyri kvinnuni og segði við hana: ?Tú ert jú ófruktbør og hevur aldri átt barn; men tú skalt verða við barn og eiga son. Varða teg tí nú drekk ikki vín ella sterkan drykk, og et einki óreint! Tí nú skalt tú verða við barn og eiga son, og rakiknívur má ikki koma á høvd hansara; tí drongurin skal vera Nasireari Guds líka frá móðurlívi, og hann skal fáa gongd á at frelsa Ísrael úr hondum Filistara.? Kvinnan fór nú og segði við mann sín: ?Ein gudsmaður kom til mín; hann sá út sum eingil Guds, sára øgiligur; eg spurdi hann ikki, hvaðani hann var, og ikki segði hann mær, hvussu hann æt. Hann segði við meg: ?Nú skalt tú verða við barn og eiga son; drekk nú ikki vín ella sterkan drykk, og et einki óreint, tí drongurin skal vera Nasireari Guds frá móðurlívi og líka til deyðadag sín!?? Tá bað Manoa til HARRAN og segði: ?Hoyr meg, Harri! Lat hin gudsmannin, ið Tú sendi, koma aftur til okkara og læra okkum, hvussu vit skulu bera okkum at við drongin, ið føðast skal!? Gud bønhoyrdi Manoa; eingil Guds kom aftur til kvinnuna, einaferð hon sat úti á markini; Manoa, maður hennara, var ikki hjá henni. Tá skundaði kvinnan sær við tað sama avstað og segði manni sínum tað; hon segði við hann: ?Nú hevur hann aftur víst seg fyri mær, maðurin, ið kom til mín hin dagin!? Manoa reisti seg nú og fór við konu síni; táið hann kom til mannin, segði hann við hann: ?Ert tú maðurin, ið tosaði við konu mína?? Hann svaraði: ?Ja!? So segði Manoa: ?Táið nú orð tíni ganga út, hvussu skulu vit tá bera okkum at við drongin? Hvat skulu vit gera við hann?? Eingil HARRANS svaraði Manoa: ?Kvinnan skal varða seg fyri øllum, ið eg nevndi fyri henni. Einki av tí, sum á víntrænum veksur, má hon eta; vín og sterkan drykk má hon ikki drekka, og einki óreint má hon eta alt tað, ið eg álegði henni, skal hon halda.? Tá segði Manoa við eingil HARRANS: ?Kanst tú ikki steðga her eitt sindur, so vit kunnu gera til eitt geitarlamb og seta fyri teg?? Men eingil HARRANS svaraði Manoa: ?Um tú so fært meg at steðga, eti eg kortini ikki av mati tínum, men vilt tú gera brennioffur til, skalt tú ofra tað til HARRAN.? Tí Manoa vitsti ikki, at tað var eingil HARRANS. Manoa segði við eingil HARRANS: ?Hvussu eitur tú? Táið orð tíni ganga út, skulu vit vísa tær heiður.? Men eingil HARRANS svaraði: ?Hví spyrt tú um navn mítt? Tú skalt vita, at tað er undurfult.? Nú tók Manoa geitarlambið og matofrið og ofraði tað á klettinum til HARRAN. Tá læt Hann undur henda, so Manoa og kona hansara sóu: Táið login steig upp av altarinum móti himli, fór eingil HARRANS upp í altarloganum, so Manoa og kona hansara sóu. Tá fullu tey til jarðar á andlit sítt. Eingil HARRANS vísti seg ikki uppaftur fyri Manoa og konu hansara; tá skilti Manoa, at tað var eingil HARRANS. Og Manoa segði við konu sína: ?Tað er vist, at vit doyggja! Vit hava jú sæð Gud!? Men kona hansara svaraði honum: ?Hevði HARRIN ætlað at dripið okkum, so hevði Hann ikki tikið við brenniofri og matofri frá okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum slíkt!? Kvinnan átti tá son, sum hon gav navnið Samson. Drongurin vaks til, og HARRIN signaði hann. Og Andi HARRANS byrjaði at virka á hann í tilhaldi Dans, millum Zora og Estaol. KAPITUL Samson giftist við Filistarakvinnu. Einaferð fór Samson til Timna; har sá hann kvinnu, eina av døtrum Filistara. Táið hann kom aftur haðani, segði hann faðir sínum og móður síni frá tí: ?Eg sá kvinnu í Timna, eina av døtrum Filistara; hana mugu tit fáa mær til konu!? Faðir og móðir hansara svaraðu honum: ?Er tá eingin kvinna millum allar døtur skyldmenn tínar ella í øllum fólki tínum, síðani tú ætlar at fara og taka tær konu hjá hinum óumskornu Filistarum!? Men Samson segði við faðir sín: ?Nei, hana mást tú fáa mær, tí tað er hana, ið eg eri góður við!? Faðir og móðir hansara vitstu ikki, at hetta kom frá HARRANUM, sum leitaði høvi til stríð við Filistarar. Um hesa tíðina vóru Filistarar harrar yvir Ísrael. Samson og faðir og móðir hansara fóru nú til Timna, og táið tey komu at víngørðunum við Timna, kom ung leyva brølandi ímóti honum. Tá kom Andi HARRANS yvir hann, og hann skræddi hana sundur við berum hondum, sum tað hevði verið geitarlamb; men faðir sínum og móður síni segði hann ikki tað, ið hann hevði gjørt. So fór hann og bað um kvinnuna; tí Samson var góður við hana. Táið hann so eina tíð eftir kom aftur at giftast við henni, fór hann burtur frá vegnum at hyggja at hini deyðu leyvuni, og tá var ein flokkur av býflugum og hunangur í leyvurænum. Hann tók tá hunangin upp í hendurnar og át av honum, meðan hann gekk; og táið hann kom til faðir sín og móður sína, gav hann teimum burturav, og tey ótu; men hann segði teimum ikki, at tað var úr ræi leyvunnar, hann hevði tikið hunangin. Táið nú faðir hansara kom til kvinnuna, gjørdi Samson gildi har, soleiðis sum teir ungu dreingirnir plagdu at gera. So skjótt sum tey sóu hann, valdu tey brúðarsveinar, sum skuldu vera hjá honum. Við teir segði Samson: ?Eg skal bera tykkum upp gátu; gita tit mær hana, áðrenn teir sjey gildisdagarnir eru gingnir og gita tit hana beint skal eg geva tykkum fínar skjúrtur og høgtíðarklædningar; men duga tit ikki at gita hana, skulu tit geva mær fínar skjúrtur og høgtíðarklædningar.? Teir svaraðu: ?Ber upp gátu tína, lat okkum hoyra hana!? Tá segði hann við teir: ?Úr etaranum kom matur, og úr tí sterka kom søtt.? Men tríggir dagar gingu, og teir vóru ikki førir fyri at gita gátuna. Sjeynda dagin søgdu teir við konu Samson: ?Lokka mann tín at siga okkum, hvussu gátan skal gitast! Annars brenna vit bæði teg og hús faðirs tíns inni! Hava tit boðið okkum higar at arma okkum út!? Kona Samson hekk nú yvir hann við gráti og segði: ?Tú hatar meg bert og elskar meg ikki! Tú hevur borið landsmonnum mínum upp gátu, og mær hevur tú ikki sagt, hvussu hon skal gitast!? Hann svaraði henni: ?Eg havi hvørki sagt pápa ella mammu tað skuldi eg tá sagt tær tað!? Men hon hekk yvir hann við gráti, allar sjey dagarnar ið gildið stóð, og sjeynda dagin segði hann henni, hvussu gátan skuldi gitast av tí at hann fekk ikki frið fyri henni. Og so segði hon landsmonnum sínum tað. Sjeynda dagin, áðrenn sólin gekk undir, søgdu so menninir í býnum við hann: ?Hvat er søtari enn hunangur, og hvat er sterkari enn leyva!? Men hann svaraði teimum: ?Høvdu tit ikki pløgt við kvígu míni, so høvdu tit ikki gitt gátu mína!? So kom Andi HARRANS yvir hann, og hann fór til Askalon og drap menn har, tók klæði teirra og læt teir, ið gátuna høvdu gitt, fáa tey til høgtíðarklæði. Og vreiði hansara tendraðist, og hann fór heimaftur til hús faðirs síns. Men kona Samson varð givin tí brúðarsveininum, sum hann hevði valt sær til fylgissvein. KAPITUL Samson og revarnir, Hann drepur við kjálkabeini mans, Harrin gevur honum vatn, Nakað eftir hetta tað var, meðan teir heystaðu hveitina kom Samson at vitja konu sína og hevði geitarlamb við. Hann segði: ?Lat meg sleppa inn í kamarið til konu mína!? Men tað vildi faðir hennara ikki lova honum; hann segði: ?Eg ivaðist ikki í, at tú hevði kastað hatur á hana; tí læt eg brúðarsvein tín fáa hana. Men hin yngra systirin er vakrari enn hon; tak hana í staðin fyri!? Tá segði Samson við tey: ?Hesa ferð eri eg ikki at lasta, um eg geri Filistarum ilt!? So fór Samson og fangaði revar; síðani fekk hann sær kyndlar, bant halarnar saman á tveimum og tveimum og festi ein kyndil mitt ímillum báðar halarnar. So tendraði hann í kyndlarnar, slepti revunum inn í akrar Filistaranna og brendi soleiðis upp bæði bundi, óskorið korn og oljugarðar. Filistarar spurdu nú: ?Hvør hevur gjørt hetta?? Og svarað varð: ?Samson, dótturmaður Timnitin; tað var, tí hann tók konu hansara og læt brúðarsvein hansara fáa hana.? Tá fóru Filistarar og brendu bæði hana og faðir hennara inni. Men Samson segði við teir: ?Bera tit tykkum so at, skal eg ikki binda frið, fyrrenn eg fái hevnt meg á tykkum!? So bardi hann teir bæði sundur og saman, so har varð stórt mannafall. Síðani fór hann niður í gjónna við Etam og varð verandi har. Filistarar komu nú og tóku støðu í Juda, og teir breiddu seg út í Lehi. Tá søgdu Judamenn: ?Hví eru tit komnir móti okkum?? Teir svaraðu: ?Vit eru komnir higar at binda Samson og gera við hann, sum hann hevur gjørt við okkum!? Nú fóru mans úr Juda til gjónna við Etam og søgdu við Samson: ?Veitst tú ikki, at Filistarar eru harrar okkara! Hví hevur tú tá gjørt okkum hetta?? Hann svaraði teimum: ?Eg havi gjørt við teir, sum teir hava gjørt við meg!? Men teir søgdu við hann: ?Vit eru komnir higar at binda teg og geva teg í hendur Filistara.? Tá segði Samson við teir: ?Gerið mær eið uppá, at tit drepa meg ikki!? Teir svaraðu honum: ?Nei, vit skulu bert binda teg og geva teg í hendur teirra drepa teg skulu vit ikki!? So bundu teir hann við tveimum nýggjum togum og fóru upp úr gjónni við honum. Men táið hann kom til Lehi, og Filistarar við gleðirópum lupu ímóti honum, kom Andi HARRANS yvir hann; togini um armar hansara vórðu sum brendur líntráður, og bondini fullu av hondum hansara, sum tey høvdu verið rotin. So fann hann nýtt esilskjálkabein; og hann rætti út hondina og tók tað og høgdi niður við tí mans. Tá segði Samson: ?Við esilskjálkabeini drap eg ein flokk, ja, tveir, við esilskjálkabeini drap eg mans!? Táið hann hevði sagt hetta, blakaði hann kjálkabeinið frá sær; tí fekk hetta stað navnið Ramat-Lehi. Men við tað at hann var ógvuliga tystur, rópti hann til HARRAN og segði: ?Tú hevur givið henda stóra sigur við hond tænara Tíns, og skal eg so nú doyggja av tosta og falla í hendur óumskorna manna?? Tá opnaði Gud kulluna, sum er í Lehi, og vatn rann upp úr henni; táið hann hevði drukkið, fekk hann lívsmegi sína aftur. Tí fekk henda keldan navnið En-Hakkore; hon er í Lehi enn í dag. Hann var ár dómari í Ísrael í filistaratíðini. KAPITUL Samson í Gaza, Samson og Dalila, Verður blindaður og doyr, Einaferð fór Samson til Gaza. Har sá hann skøkju og fór inn til hennara. Táið fólkið í Gaza frætti, at Samson var komin hagar, fóru teir og løgdu seg á lúr eftir honum við býportrið; men teir hildu seg kvirrar alla náttina, tí teir søgdu: ?Vit skulu steðga inntil lýsir; tá skulu vit drepa hann!? Samson varð nú liggjandi hálva náttina; men á midnátt fór hann upp, tók í hurðar býportursins og báðar porturstólparnar, rykti teir upp saman við portursláini, legði tað alt samalt á herðarnar og bar tað niðan á tind fjalsins, ið er beint yvir av Hebron. Síðani varð hann góður við eina kvinnu í Sorekdali; hon æt Dalila. Tá komu høvdingar Filistara til hennara og søgdu við hana: ?Fá nú lokkað út úr honum, hvat tað er, ið ger hann so óføra sterkan, og hvussu vit kunnu fáa vald á honum, so vit fáa bundið og kúgað hann! So skulu vit geva tær seklar av silvuri hvør.? Dalila segði nú við Samson: ?Góði, sig mær, hvat tað er, ið ger teg so óføra sterkan, og hvussu tú kanst bindast og kúgast!? Samson svaraði henni: ?Verði eg bundin við sjey nýggjum streingjum, sum ikki eru turrir enn, so vikni eg og verði sum ein og hvør annar.? Filistarahøvdingarnir komu tá til hennara við sjey nýggjum streingjum, sum ikki vóru turrir enn, og við teimum bant hon hann; samstundis hevði hon menn liggjandi á lúri í kamarinum. So segði hon við hann: ?Filistarar eru á tær, Samson!? Men hann sleit streingirnar av, sum hørtráður brestur, táið hann kemur at eldi, og tað kom ikki upp, hví hann var so sterkur. Tá segði Dalila við Samson: ?Tú hevur jú svikið meg og logið fyri mær! Góði, sig mær nú, hvussu tú kanst bindast!? Hann svaraði henni: ?Verði eg bundin við nýggjum togum, sum aldri hava verið nýtt til nakað, so vikni eg og verði sum ein og hvør annar.? Tá tók Dalila nýggj tog og bant hann. So segði hon við hann: ?Filistarar eru á tær, Samson!? Samstundis lógu menn á lúri í kamarinum. Men hann sleit togini av ørmunum, sum tað hevði verið tráður. Tá segði Dalila við Samson: ?Higartil hevur tú svikið meg og logið fyri mær; sig mær nú, hvussu tú kanst bindast!? Hann svaraði henni: ?Táið tú vevur teir sjey hárlokkarnar á høvdi mínum inn í garnið í vevinum!? Hon sló teir so fastar við slagbumminum og segði við hann: ?Filistarar eru á tær, Samson!? Tá vaknaði hann upp úr svøvni og skræddi bæði slagbummin og garnið úr. Tá segði hon við hann: ?Hvussu fært tú sagt, at tú ert góður við meg, táið tú ikki hevur álit á mær! Nú hevur tú svikið meg tríggjar ferðir og ikki sagt mær, hvat tað er, ið ger teg so óføra sterkan!? Táið hon nú soleiðis dag eftir dag píndi og plágaði hann við orðum sínum, varð hann so keddur av tí, at hann kundi nærum doyð. Og so læt hann hjartað heilt upp fyri henni og segði við hana: ?Eingin rakiknívur er komin á høvd mítt, tí eg havi verið Nasireari Guds líka frá móðurlívi; verður hárið rakað av mær, so missi eg styrki mína og vikni og verði sum ein og hvør annar.? Við tað at Dalila dugdi at síggja, at nú hevði hann opnað hjartað heilt fyri henni, sendi hon boð eftir filistarahøvdingunum og læt siga: ?Komið nú higar, nú hevur hann latið hjartað heilt upp fyri mær!? Filistarahøvdingarnir komu so til hennara og høvdu peningin við sær. So fekk hon hann at sovna í fangi sínum, og so rópti hon ein mann, sum rakaði teir sjey hárlokkarnar av honum. Tá fór hann at vikna, og styrkin veik frá honum. Nú segði hon: ?Filistarar eru á tær, Samson!? Tá vaknaði hann og hugsaði: ?Víst skal eg sleppa hesa ferðina sum áður og slíta meg leysan!? Men hann vitsti ikki, at HARRIN var vikin frá honum! So løgdu Filistarar hond á hann og stungu út eygu hansara; síðani fóru teir til Gaza við honum og bundu hann við tveimum koparleinkjum; og hann noyddist at mala korn í fangahúsinum. Men hárið á høvdi hansara fór at vaksa aftur, eftir at tað var rakað av. Filistarahøvdingarnir komu nú saman at bera fram stórt sláturoffur til Dagon, gud sín, og halda høgtíð, tí teir søgdu: ?Gud okkara hevur givið okkum Samson, fígginda okkara, í hendur!? Táið fólkið fekk at síggja hann, lovaðu tey gudi sínum og søgdu: ?Gud okkara hevur givið okkum fígginda okkara í hendur, hann, sum oyddi land okkara og drap so mangar av fólki okkara!? Táið tey nú vóru komin í gott lag, søgdu tey: ?Farið eftir Samson, so vit kunnu hava stuttleika av honum!? So varð farið í fangahúsið eftir Samson, og tey stuttleikaðu sær av honum. Teir lótu hann standa millum stólparnar. Men Samson segði við drongin, ið leiddi hann: ?Slepp mær, og lat meg fáa nomið við stólparnar, ið húsið hvílir á, so eg fái hallað mær inn at teimum!? Húsið var fult av monnum og kvinnum; har vóru allir filistarahøvdingarnir; og á takinum vóru úti við menn og kvinnur, sum hugdu at, meðan tey høvdu stuttleika av Samson. Tá rópti Samson til HARRAN og segði: ?Harri HARRI, kom meg í hug og gev mær styrki, á Gud, bert hesa einu ferð, so eg fái hevnt meg á Filistarar fyri annað av báðum eygum mínum!? So tók Samson í báðar miðstólparnar, sum húsið hvíldi á; hann spenti móti øðrum við høgru hond og móti hinum við vinstru. Og Samson segði: ?Lat meg doyggja saman við Filistarum!? So trýsti hann á, alt ið hann orkaði; tá raplaði húsið saman oman yvir høvdingarnar og oman yvir alt fólkið, ið har var inni; tey, sum hann drap í deyða sínum, vóru fleiri enn tey, sum hann hevði dripið alla tíð sína. Men brøður hansara og allir skyldmenn hansara komu hagar, tóku hann við sær heim og løgdu hann í grøv Manoa, faðirs hansara, millum Zora og Estaol. Í ár hevði hann tá verið dómari í Ísrael. KAPITUL Mika ger sær avgudamynd. Í Efra'imsfjøllum búði maður, ið æt Mika. Hann segði við móður sína: ?Hinir seklar av silvuri, ið tiknir vórðu frá tær eg hoyrdi sjálvur, at tú baðst illbøn av hesi grund hesin peningur er hjá mær, eg havi tikið hann, og nú skal eg lata teg fáa hann aftur.? Tá segði móðir hansara: ?Signaður veri tú av HARRANUM, sonur mín!? So flýddi hann móður síni teir seklarnar av silvuri aftur, og móðir hansara segði: ?Henda pening vígi eg nú HARRANUM og gevi syni mínum hann upp í hendur, so hann kann gera útskorna mynd við stoyptum stabba undir.? Hann flýddi tá móður síni peningin aftur; og móðir hansara tók seklar av silvuri burturav og læt tað til gullsmið, sum burtur úr tí gjørdi útskorna mynd við stoyptum stabba undir; tað varð síðani sett inn í hús Mika. Hesin maður, Mika, hevði gudshús; og hann læt gera sær lívkyrtil og húsgudar og vígdi ein son sín til prest hjá sær. Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti. Nú var í Betlehem í Juda ungur maður; hann var Levitur, ein av teimum, sum hoyrdu heima í ætt Juda, og búði har sum fremmandur. Hesin maður fór úr býi sínum, Betlehem í Juda, og ætlaði at finna sær okkurt annað stað at búgva. Á ferð síni kom hann til Efra'imsfjøll, til hús Mika. Mika spurdi hann: ?Hvaðani kemur tú?? Hann svaraði: ?Eg eri Levitur úr Betlehem í Juda, og eg eri nú á ferð, til at vita, um eg finni mær okkurt annað stað at búgva.? Tá segði Mika við hann: ?Kom og ver hjá mær og ver faðir og prestur hjá mær! Eg skal lata teg fáa tíggju seklar av silvuri um árið og halda teg við klæði og kost.? Hann fór tá inn hjá honum. Leviturin játtaði at verða hjá manninum; og hesin ungi maður var honum sum ein av hansara egnu sonum. Mika vígdi so Levitin, og hin ungi maðurin varð prestur hjá honum og varð verandi í húsi Mika. Tá segði Mika: ?Nú veit eg, at HARRIN fer at gera væl við meg, við tað at eg havi fingið Levit til prest!? KAPITUL Avgudamynd Mika verður flutt til Dan. Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael. Og á teimum døgum leitaði ætt Danita sær eftir arvaluti at búgva í; tí inntil tá høvdu teir ongan arvalut fingið millum ættir Ísraels. Danitar valdu tá fimm menn av ætt síni, djarvar menn úr Zora og Estaol, og sendu teir út at kanna og rannsaka landið; teir søgdu við teir: ?Farið og rannsakið landið!? Teir komu tá til Efra'imsfjøll, til hús Mika, og gistu har eina nátt. Táið teir komu tætt at húsi Mika, kendu teir málið á hinum unga manninum, Levitinum; teir hildu tá av vegnum og fóru til hansara og spurdu hann: ?Hvør hevur beint teg higar? Hvat hevst tú at her, og hvussu hevur tú tað her?? Hann svaraði: ?Tað og tað hevur Mika gjørt við meg; hann hevur leigað meg til prest hjá sær.? Tá søgdu teir við hann: ?Góði, spyr Gud fyri okkum, so vit kunnu fáa at vita, um ferðin, ið vit gera nú, fer at eydnast!? Presturin svaraði teimum: ?Farið í friði HARRIN vakir yvir ferð tykkara!? Teir fimm menninir fóru nú longur og komu til La'is; teir sóu, at fólkið har livdi sorgleyst, á sama hátt sum Zidoningar stilt og sorgleyst; har var eingin valdsharri í landinum, sum gjørdi teimum mein í nøkrum; tey búðu langt frá Zidoningum og høvdu einki við nakað annað fólk at gera. Táið teir so komu aftur til brøður sínar í Zora og Estaol, søgdu brøður teirra við teir: ?Hvat vita tit at siga?? Teir svaraðu: ?Komið, latið okkum fara til La'is! Vit hava sæð landið tað er frálíkt land! Og tit sita bert kvirrir! Verið ikki seinir avstað hagar at leggja landið undir tykkum! Táið tit koma hagar, finna tit eitt fólk, sum heldur seg vera trygt, og har trýtur ikki rúm í allar ættir! Gud hevur givið tað í hendur tykkara, eitt land, har einki trýtur av tí, sum jørðin kann bera!? Nú hildu vápnaðir menn av ætt Danita avstað úr Zora og Estaol. Teir fóru og tóku støðu í Kirjat-Jearim í Juda; tí verður hetta stað enn í dag rópt tilhald Dans; tað er vestan fyri Kirjat-Jearim. Haðani fóru teir yvir til Efra'imsfjøll og komu til hús Mika. Hinir fimm menninir, ið høvdu verið og kannað La'island, tóku nú til orða og søgdu við brøður sínar: ?Vita tit av, at í húsunum her er lívkyrtil og húsgudar og útskorin mynd við stoyptum stabba undir? So munnu tit duga at síggja, hvat tit eiga at gera?? Teir hildu so av vegnum og fóru til hús hins unga mans, Levitsins til hús Mika og heilsaðu honum; men hinir vápnaðu menn av sonum Dans stóðu við portrið. Og teir fimm menninir, ið høvdu verið og kannað landið, fóru niðan og inn og tóku ta útskornu myndina, lívkyrtilin, húsgudarnar og tann stoypta stabban; presturin og teir vápnaðu menninir stóðu við portrið. Táið nú teir fimm menninir høvdu verið inni í húsi Mika og tikið ta útskornu myndina, lívkyrtilin, húsgudarnar og tann stoypta stabban, segði presturin við teir: ?Hvat er tað, tit gera!? Teir svaraðu honum: ?Tig! Legg hond á munn og kom við okkum og ver faðir og prestur hjá okkum! Hvat er tær betri, at vera prestur fyri hús eins mans ella fyri heila ætt og slekt í Ísrael!? Tá varð presturin glaður; hann tók lívkyrtilin, húsgudarnar og gudamyndina og gav seg í felag við menninar. So vendu teir við og fóru avstað, og teir lótu kvinnurnar, børnini, fæið og tað, ið teir høvdu í viðføri, vera á odda. Táið teir vóru komnir nakað frá húsi Mika, vórðu menninir, ið búðu í húsinum, næst hjá har sum Mika búði, stevndir saman, og teir fingu Danitar aftur. Teir róptu eftir Danitum, og Danitar vendu sær á og søgdu við Mika: ?Hvat bagir hjá tær, síðani tú hevur kallað fólk títt saman?? Hann svaraði: ?Tit hava tikið gudar mínar, sum eg hevði gjørt mær, og prestin við, og so fara tit avstað! Hvat havi eg nú eftir! Hvussu kunnu tit tá spyrja meg, hvat ið bagir!? Men Danitar svaraðu honum: ?Lat okkum ikki hoyra orð meir frá tær! Annars kundi tað hent, at menn, sum eru grammir í huga, lupu á tykkum, so tú komst at volda bæði tær og tínum undirgang!? Síðani fóru Danitar leið sína, og táið Mika sá, at teir vóru honum ov sterkir, vendi hann við og fór aftur til hús. Táið teir nú høvdu tikið alt hetta, ið Mika hevði latið gjørt sær, og prestin, ið hjá honum var, herjaðu teir á La'is, á eitt fólk, ið livdi stilt og sorgleyst, høgdu tey niður við svørði og settu eld á býin. Har var eingin, ið kom teimum til hjálpar; tí býurin var langt frá Zidon, og tey høvdu einki við nakað annað fólk at gera. Býurin lá í dalinum við Bet-Rehob. Síðani bygdu teir hann upp aftur og búsettust har. Teir góvu býnum navnið Dan eftir ættarfaðir sínum, Dan, syni Ísrael; frammanundan æt býurin La'is. Har settu Danitar upp hina útskornu myndina, og Jónatan, sonur Gersom, son Móses, og eftirkomarar hansara vóru prestar hjá ætt Danita, líka til tann dag fólkið í landinum varð flutt burt í útlegd. Hina útskornu myndina, ið Mika hevði gjørt sær, høvdu teir standandi hjá sær, alla ta tíð hús Guds var í Silo. KAPITUL Skemdargerðin í Gibea. Á hesum døgum, táið eingin kongur var í Ísrael, var ein maður av ætt Levi, sum hevði tilhald sum fremmandur innast í Efra'imsfjøllum. Hann tók sær kvinnu úr Betlehem í Juda til hjákonu. Men henda hjákona varð honum ótrúgv, rýmdi frá honum og fór heimaftur til faðir sín í Betlehem í Juda. Táið hon hevði verið har einar fýra mánaðir, fór maður hennara avstað eftir henni, at tala hana til rættis og fáa hana at koma aftur. Hann hevði tænara sín og tvey esil við. Hon fór inn hjá faðir sínum við honum, og táið faðir ta ungu kvinnuna sá hann, fór hann glaður ímóti honum. Og verfaðir hansara, faðir ta ungu kvinnuna, fekk hann at steðga, so hann varð hjá honum tríggjar dagar; tey ótu og drukku og gistu har. Tíðliga um morgunin fjórða dagin gjørdi hann seg til at fara; men faðir ta ungu kvinnuna segði við dótturmann sín: ?Fá tær nú fyrst ein breyðbita at styrkja teg við! So kunnu tit fara seinni!? Teir settust tá báðir tveir og ótu og drukku saman, og faðir ta ungu kvinnuna segði við mannin: ?Verð nú endiliga her í nátt og ger tær til góða!? Og táið maðurin reistist og ætlaði sær avstað, noyddi verfaðirin hann, so hann eftirlíkaði sær og varð har ta náttina við. Tíðliga um morgunin fimta dagin ætlaði hann at fara; men faðir ta ungu kvinnuna segði við hann: ?Góði, fá tær nú fyrst nakað at styrkja teg við, og steðgið inntil seinnapartin!? So ótu teir báðir saman. Síðani gjørdi maðurin seg til at fara við hjákonu síni og dronginum; men verfaðir hansara, faðir ta ungu kvinnuna, segði við hann: ?Nú líður at kvøldi steðga her í nátt kortini! Tú sært, dagurin hallar verð her í nátt og ger tær til góða! So kunnu tit í morgin ári fara leið tykkara, so tú kanst koma heimaftur.? Men maðurin vildi ikki steðga náttina har; hann gjørdi seg til og fór avstað og kom so langt sum áraka Jebus tað er Jerúsalem; við sær hevði hann tvey saðlað esil, hjákonu sína og tænara sín. Táið tey nú vóru við Jebus, og dagurin hallaði nógv, segði tænarin við harra sín: ?Kom, lat okkum fara inn í henda stað Jebusita og gista har í nátt!? Men harri hansara svaraði: ?Vit skulu ikki fara inn í bý, sum fremmandir eiga, og sum ikki tilhoyrir Ísraelsmonnum; nei, vit skulu fara longur, til Gibea.? Og hann segði við tænara sín: ?Kom, lat okkum royna at náa ein av hinum býunum og gista í Gibea ella Rama!? Teir fóru so longur; og táið sólin gekk undir, vóru teir tætt við Gibea í Benjamin. So hildu teir av vegnum, til at fara inn í Gibea og gista har. Táið hann var komin inn í býin, varð hann verandi á torginum; tí har var eingin, sum beyð teimum inn hjá sær at gista. Men táið út leið á kvøldið, kom ein gamal maður heim frá arbeiði sínum á markini; maðurin var av Efra'imsfjøllum og búði sum fremmandur í Gibea; men fólkið har á staðnum vóru Benjaminitar. Táið hann nú hugdi upp, fekk hann at síggja henda ferðamannin á torgi staðarins. Tá segði hin gamli maðurin: ?Hvar ætlar tú tær, og hvaðani kemur tú?? Hann svaraði: ?Vit eru á ferð úr Betlehem í Juda og skulu langt inn í Efra'imsfjøll; har hoyri eg heima; eg havi verið í Betlehem í Juda og eri nú á veg til hús* HARRANS, men eingin er, sum býður mær inn hjá sær, hóast eg havi bæði hálm og fóður til esil okkara og breyð og vín til mín sjálvs, til tænastukvinnu tína og til drong tænara tíns okkum fattast einki!? Tá segði hin gamli maðurin: ?Ver vælkomin, Lat bert meg hugsa um alt, ið tær tørvar! Men á torginum mást tú ikki verða í nátt!? So fylgdi hann honum til hús hjá sær og gav eslunum, og táið tey høvdu vaskað sær um føturnar, ótu og drukku tey. Meðan tey nú gjørdu sær til góða, komu menninir í býnum gudleys menniskju, sum teir vóru og kringsettu húsið; teir bankaðu hart á dyrnar og róptu á hin gamla mannin, ið húsið átti: ?Lat mannin, ið til tín er komin, koma út higar, so vit kunnu fáa vilja okkara við honum!? Men maðurin, ið húsið átti, fór út til teirra og segði við teir: ?Nei, brøður mínir! Gerið ikki slíka illgerð! Við tað at hesin maður nú er komin inn hjá mær, mugu tit ikki bera tykkum so skammiliga at! Hyggið, her er dóttir mín, sum er moyggj, og hjákona hansara! Latið meg leiða tær higar út, so kunnu tit neyðtaka tær og gera við tær, sum tit vilja! Men við henda mann mugu tit ikki bera tykkum so skammiliga at!? Men menninir vildu ikki lurta eftir honum. Tá tók maðurin hjákonu sína og leiddi hana út á gøtuna til teirra, og teir lógu hjá henni og fóru illa við henni alla náttina líka til um morgunin; ikki fyrrenn lýsti, sleptu teir henni. Í lýsingini kom kvinnan og fall niður fyri húsdurum mansins, har sum harri hennara var; har varð hon liggjandi, inntil ljóst var. Táið nú harri hennara fór upp um morgunin og læt húsdyrnar upp og gjørdi seg til at fara avstað, lá kvinnan, hjákona hansara, fyri húsdurunum við hondunum á gáttini. Hann segði tá við hana: ?Reis teg og lat okkum sleppa okkum avstað!? Men hann fekk einki svar. So lyfti hann hana upp á eslið og fór heim til sín sjálvs. Men táið hann kom heim, tók hann knív, tók hjákonu sína, skar hana sundur í tólv partar, lið fyri lið, og sendi stykkini um í øllum Ísraelslandi. Og hvør tann, ið hetta sá, segði: ?Slíkt hevur ikki hent og slíkt er ikki sætt, líka frá tí degi Ísraelsmenn fóru út av Egyptalandi og til henda dag! Hugsið um hetta, leggið ráð, og sigið, hvat tit halda!? KAPITUL Ísrael í bardaga móti ætt Benjamins. Tá hildu allir Ísraelsmenn avstað, og øll samkoman, líka úr Dan til Be'erseba, kom saman sum ein maður fyri HARRANUM í Mizpa; eisini úr Gileadslandi komu teir. Høvdingarnir yvir øllum fólkinum, yvir øllum ættum Ísraels, stigu fram, har sum fólk Guds var samankomið, mans av fótfólki, vápnaðir við svørði. Men Benjaminitar fingu at frætta, at Ísraelsmenn vóru farnir til Mizpa. Og Ísraelsmenn søgdu: ?Greið nú frá, hvussu henda illgerð varð gjørd!? Tá tók maðurin Leviturin, maður hina myrdu kvinnuna til orða og segði: ?Eg og hjákona mín komu til Gibea í Benjamin og ætlaðu at gista har. Men menninir í Gibea reistust móti mær; teir kringsettu um náttina húsið, har sum eg var; meg ætlaðu teir at drepa, og hjákonu mína neyðtóku teir so, at hon doyði. Tá tók eg hjákonu mína, skar hana sundur og sendi stykkini um í øllum landi og ríki Ísraels; tí teir høvdu gjørt illgerð og skemdarverk í Ísrael. Nú eru tit her, allir Ísraelsmenn sigið nú, hvat tit halda, og leggið ráð her!? Tá reistist alt fólkið sum ein maður og segði: ?Eingin okkara skal heimaftur, eingin okkara skal aftur til hús! Soleiðis skulu vit gera við Gibea: Býurin skal undir lutakast! Nú taka vit mans av hvørjum av øllum ættum Ísraels, av hvørjum og av hvørjum teir skulu fara eftir mati til fólkið, so at fólkið, táið tað kemur til Gibea í Benjamin, til fulnar kann løna tí aftur skemdarverkið, ið tað hevur gjørt í Ísrael!? So tóku allir menn í Ísrael seg saman og hildu móti býnum, sameintir sum ein maður. Og ættir Ísraels sendu menn um í allari ætt Benjamins og lótu siga: ?Hvat er hetta fyri illgerð, ið gjørd er hjá tykkum! Latið okkum nú fáa hasar gudleysu menn í Gibea, so vit kunnu drepa teir og beina burtur hitt ónda úr Ísrael!? Men Benjaminitar vildu ikki lurta eftir tí, sum brøður teirra, Ísraelsmenn, søgdu. Benjaminitar komu saman í Gibea úr øllum býum sínum, til at fara í bardaga móti Ísraelsmonnum. Táið Benjaminitar úr býunum vórðu taldir henda dag, vóru teir vápnaførir menn umframt menninar í Gibea; teir vórðu taldir fyri seg og vóru í tali, allir valahermenn. Millum alt hetta fólk vóru valdir menn, sum vóru lámar; ein og hvør teirra rakti hárbeint við sleingisteini; ikki ein slongdi skeivt. Og táið menn Ísraels Benjamin frároknað vórðu taldir, vóru teir vápnaførir menn allir hermenn. Teir hildu nú avstað og fóru til Betel at spyrja Gud. Ísraelsmenn søgdu: ?Hvør av okkum skal fyrstur fara í bardaga móti Benjaminitum?? HARRIN svaraði: ?Juda skal fara fyrstur!? So fóru Ísraelsmenn avstað um morgunin og tóku støðu uttan fyri Gibea. Og menn Ísraels gingu fram at herja á Benjamin; menn Ísraels fylktu her sín at gera álop á Gibea. Tá gjørdu Benjaminitar álop úr Gibea og feldu tann dagin menn av Ísrael. Men fólkið, menn Ísraels, tók mót í seg og fylkti seg aftur, á sama staði sum teir høvdu fylkt seg hin fyrra dagin. Tí Ísraelsmenn fóru til Betel og grótu fyri ásjón HARRANS líka til kvølds; og teir spurdu HARRAN: ?Skal eg eina ferð enn halda avstað í bardaga móti sonum Benjamin, bróður míns?? HARRIN svaraði: ?Far ímóti honum!? Táið so Ísraelsmenn dagin eftir hildu fram móti Benjaminitum, gjørdu Benjaminitar eisini henda annan dagin álop úr Gibea móti teimum og feldu menn aftrat av Ísraelsmonnum, allir samlir vápnaførir menn. Tá fóru allir Ísraelsmenn, alt fólkið, til Betel; teir grótu og sótu har fyri ásjón HARRANS og fastaðu henda dagin líka til kvølds; og teir ofraðu brennioffur og takkoffur fyri ásjón HARRANS. Síðani spurdu Ísraelsmenn HARRAN tí á teimum døgum stóð sáttmálaørk Guds har, og Pinehas, sonur Eleazar og sonarsonur Áron, gjørdi á teimum døgum tænastu fyri ásjón Hansara. Teir søgdu: ?Skal eg eina ferð enn fara í bardaga móti sonum Benjamin, bróður míns, ella skal eg lata vera?? HARRIN svaraði: ?Far avstað! Í morgin skal Eg geva hann í hendur tínar.? Ísraelsmenn løgdu nú menn á lúr rundan um Gibea. Og Ísraelsmenn fóru móti Benjaminitum triðja dagin og fylktu seg til álop á Gibea eins og hinar fyrru ferðirnar. Tá komu Benjaminitar út og herjaðu á herin og vórðu lokkaðir burtur frá býnum; og eins og hinar fyrru ferðirnar feldu teir í fyrstuni nakrar av monnunum á almannavegunum, bæði á tí, sum gongur til Betel, og á tí, sum gongur um hagan til Gibea; tað var okkurt um menn av Ísrael, ið teir drópu. Benjaminitar hugsaðu nú: ?Vit hava vunnið sigur á teimum eins og hinar ferðirnar!? Men Ísraelsmenn søgdu: ?Latið okkum halda undan og lokka teir burtur frá býnum, út á almannavegirnar!? So hildu allir menn Ísraels avstað, haðani sum teir høvdu staðið, og tóku støðu í Ba'al-Tamar; men teir, ið høvdu ligið á luri, tustu fram, haðani sum teir høvdu ligið, vestan fyri Geba. Nú hildu mans, valdir menn av øllum Ísrael, beint fram móti Gibea, og stríðið varð hart; men Benjaminitar vitstu ikki, at vanlukkan var teimum so nær. So læt HARRIN Benjamin liggja undir fyri Ísrael, og Ísraelsmenn feldu henda dagin mans av Benjamin, allar vápnaførar menn. Benjaminitar trúðu fyrst, at Ísraelsmenn høvdu tapt; tí teir hildu undan Benjamin, við tað at teir litu á hinar, sum teir høvdu lagt á lúr móti Gibea. Men nú reistu teir seg knappliga, teir, sum høvdu ligið á lúri, og herjaðu á Gibea; teir hildu fram og høgdu alt fólkið í býnum niður við svørði. Menn Ísraels høvdu avtalað við teir, ið lógu á lúri, at teir skuldu lata tjúkkan royk stíga upp av býnum. Menn Ísraels hildu tá undan í stríðnum. Og við tað at Benjamin alt fyri eitt hevði felt nakrar av monnum Ísraels, einar so hugsaðu teir: ?So sanniliga liggja teir undir fyri okkum eins og í hinum fyrra bardaganum!? Og táið roykurin tók at stíga upp úr býnum sum tjúkkur stólpi, hevði Benjamin vent sær á og sæð, at allur býurin stóð í loga, upp móti himli. Samstundis vendu menn Ísraels við og flýddu ikki longur. Tá fall ræðsla á menn Benjamins, tí teir dugdu at síggja, at nú var vanlukkan nær. Teir vendu tá og flýddu undan Ísraelsmonnum og tóku leiðina at oyðimørkini. Men stríðið helt á og var teimum í hølunum, og teir, sum búðu í býunum har, høgdu niður frá hond millum teirra; teir kringsettu Benjaminitar, eltu teir og traðkaðu teir niður, har sum teir hvíldu, líka inntil teir vóru beint eystan fyri Gibea. Av Benjamin fullu menn, allir samlir djarvir hermenn. So vendu teir og flýddu út í oyðimørkina, til Rimmonsklett, og menn Ísraels drópu á almannavegunum menn av teimum aftrat; síðani eltu teir teir líka til Gideom og drópu menn av teimum. Teir av Benjamin, ið fullu henda dag, vóru soleiðis í alt menn, vápnaførir, allir samlir djarvir hermenn. Men mans vendu og flýddu út í oyðimørkina, til Rimmonsklett, og teir vórðu á Rimmonskletti í fýra mánaðir. Menn Ísraels fóru aftur til Benjaminitar og høgdu tey niður við svørði, bæði býirnar við fólkinum har og fæið og alt, ið har var; og allar býirnar, ið har vóru, settu teir eld á. KAPITUL Ein leivd verður bjargað av ætt Benjamins. Í Mizpa høvdu menn Ísraels gjørt henda eið: ?Eingin okkara skal geva nøkrum Benjaminiti dóttur sína til konu!? Men táið fólkið nú var komið til Betel, sótu teir har fyri ásjón Guds líka til kvølds; teir grótu hart og leingi og søgdu: ?HARRI Gud Ísraels, hví hevur slíkt hent í Ísrael, at í dag ein heil ætt av Ísrael saknast?? Tíðliga morgunin eftir reisti fólkið altar har og ofraði brennioffur og takkoffur. Síðani søgdu Ísraelsmenn: ?Man nakar vera millum allar ættir Ísraels, sum ikki kom higar til HARRAN við samkomuni?? Tí teir høvdu gjørt dýran eið, at tann, ið ikki kom hagar til HARRAN í Mizpa, skuldi lata lív. Og nú syrgdu Ísraelsmenn um Benjamin, bróður sín, og teir søgdu: ?Í dag er ein ætt høgd burtur av Ísrael! Hvat skulu vit gera fyri teir, ið eftir eru, so teir fáa konur? Vit hava jú svorið um HARRAN, at vit onga av døtrum okkara skulu geva teimum til konu!? So spurdu teir: ?Man nakar vera millum ættir Ísraels, sum ikki kom higar til HARRAN í Mizpa?? Og tað vísti seg, at úr Jabes í Gilead var eingin komin í tilhaldið, til fundin har. Táið fólkið varð talt, vísti tað seg, at eingin av teimum, sum búðu í Jabes í Gilead, var har. Tá sendi samkoman mans av herfólkinum hagar og gav teimum hetta boð: ?Farið og høggið niður við svørði teir, sum búgva í Jabes í Gilead, við kvinnum og børnum! Soleiðis skulu tit gera: Alt mannkyn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera, skulu tit sláa við banni!? Teir funnu tá millum teirra, sum búðu í Jabes í Gilead, ungar gentur, sum vóru moyggjar og ikki høvdu verið manni nær og havt við hann at gera; tær tóku teir við sær til tilhaldið í Silo í Kána'anslandi. So sendi øll samkoman boð til Benjaminitar, ið vóru á Rimmonskletti, og beyð teimum frið. Tá komu Benjaminitar við tað sama aftur, og teir góvu teimum tær kvinnurnar úr Jabes í Gilead, sum teir høvdu latið livað. Men tær vóru ikki nóg mangar til teirra. Og fólkið syrgdi um Benjamin; tí HARRIN hevði høgt skarð í ættir Ísraels. Hinir elstu í samkomuni søgdu: ?Hvat skulu vit gera fyri teir, ið eftir eru, so teir kunnu fáa konur? Allar kvinnur eru jú týndar úr Benjamin!? Og teir søgdu: ?Teir, ið eftir liva, skulu fáa tað, ið Benjamin hevur átt, so ikki ein heil ætt í Ísrael skal týnast. Men vit kunnu onga av døtrum okkara geva teimum til konu!? Tí Ísraelsmenn høvdu svorið: ?Bannaður veri tann, ið gevur Benjaminiti dóttur sína til konu!? So søgdu teir: ?Ár eftir ár verður jú høgtíð hildin fyri HARRANUM í Silo!? Tað liggur norðan fyri Betel, eystan fyri almannavegin, ið gongur úr Betel til Sikem, og sunnan fyri Lebona. Teir søgdu nú við Benjaminitar: ?Farið og leggið tykkum á lúr í víngørðunum! Hyggið so væl eftir, táið tær ungu genturnar úr Silo koma út at dansa tá skulu tit leypa út úr víngørðunum og ræna tykkum hvør sína konu av teimum ungu gentunum úr Silo og so fara heimaftur til Benjaminsland! Táið tá fedrar ella brøður teirra koma og seta at okkum, skulu vit siga við teir: ?Gevið teimum fyri okkara skuld hasar genturnar, tí vit vunnu teimum ikki øllum konur í bardaganum!* Og tað eru ikki tit, ið hava givið teimum genturnar so høvdu tit jú drigið skyld oman yvir tykkum!?? Hetta gjørdu Benjaminitar so; teir tóku sær konur av kvinnunum, ið dansaðu; hvør sína rændu teir; síðani fóru teir heimaftur til arvalut sín, bygdu býirnar upp aftur og vórðu búgvandi har. Eisini hinir Ísraelsmenn fóru avstað haðani, hvør til ætt og slekt sína; teir fóru haðani, hvør til arvalut sín. Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti. Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus KAPITUL Paulus lovar Gudi fyri signingina, Hann hevur veitt teimum, sum trúgva, Biður eftir, at tey skulu verða enn meiri upplýst um stórleika frelsunnar, Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu til hini heiløgu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus. Náði veri við tykkum og friður, frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi, eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða. Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna eftir náðiríkidømi Hansara, sum Hann ríkliga læt koma yvir okkum í øllum vísdómi og viti, táið Hann kunngjørdi okkum loyndarmál vilja Síns eftir fría ráði Sínum, sum Hann hevði tikið hjá Sær sjálvum um húshald í fylling tíðanna: At Hann aftur skuldi savna alt til eitt í Kristusi, tað, sum í Himlunum er, og tað, sum á jørðini er. Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Kristus. Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var, Hann, sum er panturin um arv okkara at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís. Síðani eg fekk at hoyra um trúgv tykkara á Harran Jesus og kærleika tykkara til øll hini heiløgu, havi eg tí ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, táið eg minnist tykkum í bønum mínum, at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heiløgu, og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar, sum Hann vísti í Kristusi, táið Hann reisti Hann upp frá hinum deyðu og setti Hann við høgru hond Sína í Himli, høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald og harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, ikki bert í hesi verøld, men eisini í hini komandi. Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum, henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum. KAPITUL Ringa støða menniskjanna uttan fyri Kristus, Andaliga ríkidømi hinna trúgvandi í samkomu Kristusar, húsi Guds, sum heidningar eins væl og Jødar eiga lut í, Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara, sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins. Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini. Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi av náði eru tit frelst! og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi, fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. Tí av náði eru tit frelst, við trúgv og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum fyri at eingin skal rósa sær. Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. Minnist tí, at tit áður tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum! Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar. Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin, táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið, og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin. Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru. Tí við Honum hava vit báðir partar í einum Anda atgongd til Faðirin. Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum. Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum. KAPITUL Paulus prísar kalli sínum sum ápostul heidninganna, Biður fyri samkomuni, at hon skal vaksa andaliga og koma at kenna kærleika Kristusar, Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri náði Guds, ið mær er givin til tykkara, at við opinbering varð loyndarmálið mær kunngjørt, soleiðis sum eg frammanundan stutt havi skrivað. Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar, sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt, soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heiløgu ápostlum og profetum Hansara: At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum. Tænari tess eri eg vorðin eftir teirri náðigávu Guds, ið mær er givin við veldiga mátti Hansara. Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heiløgum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli, Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara. Í Honum hava vit dirvi og atgongd við áliti við trúnni á Hann. Tí biði eg tykkum um ikki at missa mótið av líðingum mínum fyri tykkum tær eru jú heiður tykkara! Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum frá Honum hevur alt, sum faðir eitur, í Himli og á jørð, navn sítt at Hann eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum, at tit við Anda Hansara styrkjast við kraft í innvortis menniskja tykkara, at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara, so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heiløgu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er, og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds. Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen. KAPITUL Áminning um at varðveita einleika Andans í sambandi friðarins, Hinar margfaldu náðigávur skulu tæna einleikanum, Hitt gamla menniskjað skal leggjast av, og farið skal verða í hitt nýggja, Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við, við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins: Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara, ein Harri, ein trúgv, ein dópur, ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum. Men hvørjum einstøkum av okkum varð náðin givin eftir máli gávu Kristusar. Tí sigur skriftin: ?Hann fór upp á hæddina, førdi fangar burtur og gav menniskjunum gávur.? Hetta orð: ?Hann fór upp? hvat er tað annað, enn at Hann fyrst fór niður til hinar lægru partar jarðarinnar! Hann, sum niður fór, er eisini tann, sum upp fór yvir allar himlar, fyri at Hann skuldi fylla alt. Og Hann gav okkum nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar, fyri at hini heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging, inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists. So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar. Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg. Hetta sigi eg tá og vitni í Harranum, at tit mugu ikki longur liva, sum heidningarnir liva í tómleika sinnis síns. Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað. Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku. Men tit hava ikki soleiðis lært um Kristus, so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum, endurnýggjast í anda sinnis tykkara og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans. Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir! Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara og gevið ikki Djevulinum rúm! Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir! Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni! Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin! Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur! Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi! KAPITUL Áminning um at flýggja gerðir myrkursins og liva sum børn ljóssins, Reglur fyri hjún, Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn, og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga! Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heiløgum sømir, ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt einki av hesum sømir seg nei, heldur takkargerð. Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur sum jú er avgudadýrkari. Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins. Havið tí einki við tey at gera! Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljóssins! Ávøkstur ljóssins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika. Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast! Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur! Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka uppá tunguna! Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós. Tí sigur skriftin: ?Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!? Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð tí dagarnir eru óndir! Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er! Drekkið tykkum ikki drukkin av víni í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum, so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara, og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists! Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar! Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar sum Harranum! Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns. Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar. Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana, fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum, so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heiløg og lýtaleys! Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan. Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí eins og Kristus ger við samkomuna. Tí vit eru limir likams Hansara. Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold. Hetta loyndarmál er stórt tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum. Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing. KAPITUL Um børn og foreldur, Um trælir og harrar, Vápn og herklæði hinna trúgvandi. Bardagi við vald myrkursins. Áminning um bøn og forbøn fyri øllum heiløgum og fyri Paulusi sjálvum, Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt! ?Ær faðir tín og móður tína? hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: ?fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!? Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans! Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara sum var tað Kristus ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum! Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur! Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur. Og síðani -: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara! Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins! Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum. Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum! Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar! Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur! Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda. Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans sum er orð Guds, biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums, fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala! Men fyri at tit eisini skulu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, siga tykkum alt. Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu fáa at vita, hvussu til stendur hjá okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara. Friður veri við brøðrunum, og kærleiki við trúgv, frá Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi! Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika! Esaias KAPITUL Juda og Jerúsalem verða revsað fyri fráfall sítt. Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerúsalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda. Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær. Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki. Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið. Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er; frá iljum til hviril er einki heilt skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju! Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur. Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður. Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra. Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt! Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka. Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður! Komið ikki uppaftur við tómum matofri tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman! Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera. Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki tí hendur tykkara eru fullar av blóði! Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt! Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar! Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull. Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum; men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði tí muður HARRANS hevur talað! At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú manndráparar! Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn; stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar. Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar! Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið. Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur. Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har. Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar. Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir. Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður. Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja. KAPITUL Jerúsalem, sum tað einaferð skal verða, Dómurin yvir tað, sum tað er nú, Hetta er tað, ið Esaias, sonur Amoz, skoðaði um Juda og Jerúsalem. So skal verða á síðstu døgum, at fjallið, ið hús HARRANS stendur á, skal vera grundfest á fjallatindunum og høgt yvir øllum hæddum. Hagar skulu øll fólkini streyma; ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: ?Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!? Tí av Zion skal ganga út opinbering, og orð HARRANS úr Jerúsalem. Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað. Kom, hús Jákups, latið okkum ganga í ljósi HARRANS! Tí Tú hevur vrakað fólk Títt, hús Jákups, av tí at tey eru full av eysturlendskum gandi, spáa eins og Filistarar og fylla landið við fólki av fremmandari ætt. Land teirra er fult av silvuri og gulli, og á skattum teirra er eingin endi; land teirra er fult av hestum, og ikki stendur til at telja vagnar teirra. Og land teirra er fult av avgudum! Handaverk sítt tilbiðja tey, tað, sum fingrar teirra hava gjørt! Men menniskjan skal verða boygd, maðurin eyðmýktur fyrigev teimum ikki! Far inn í bergið, fjal teg í dustinum fyri ræðslu HARRANS og fyri dýrd hátignar Hansara! Menniskjan skal sláa niður stoltu eygu síni, hugmóð mannanna skal verða boygt, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN. Tí dag hevur HARRIN Gud herskaranna sett til dóm yvir alt stolt og høgt, yvir alt tað, sum lyftir seg upp tað skal verða eyðmýkt! ja, yvir øll sedristrøini á Libanon, hini høgu og stoltu, og yvir allar eikir Basans, yvir øll hini høgu fjøll og allar hinar stoltu hæddir, yvir hvørt høgt torn og hvønn fastan múr, yvir øll tarsisskip ja, yvir alt, sum fagurt er at skoða. Tá skal hugmóð menniskjunnar verða boygt, og stoltleiki mannanna verða eyðmýktur, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN. Og avgudarnir teimum skal vera heilt úti við. Og menniskjuni skulu fara inn í gjáir fjallanna og í jarðholur fyri ræðslu HARRANS og dýrd hátignar Hansara, táið Hann reisir Seg og ræðir jørðina. Tann dag skulu menniskjuni kasta gudar sínar av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt sær at tilbiðja, fyri moldvørpur og flogmýs og fara inn í gjáir fjallanna og í bergskorar fyri ræðslu HARRANS og dýrd hátignar Hansara, táið Hann reisir Seg og ræðir jørðina. So gevið nú uppat at líta á menniskju, sum bert eiga lítlan lívsblástur í nøsini! Hvat er at leggja í tey! KAPITUL Hinir ráðandi eru atvoldin í, at ríkið gongur til grundar, Revsingin yvir hinar hugmóðigu kvinnur, Neyðin verður stór, Tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, tekur burtur úr Jerúsalem og Juda stuðul og stav, hvønn stuðul av breyði og hvønn stuðul av vatni, kappar og hermenn, dómarar og profetar, spámenn og elstar, høvuðsmenn yvir fimti og hvønn hátt virdan mann, ráðharrar og verkmeistarar og teir, sum kønir eru í gandi. Eg skal geva teimum børn til stýrismenn, og smádreingir skulu valda yvir teimum. Í fólkinum skal maður kúga mann, hvør næsta sín; smádrongurin skal seta seg upp móti hinum gamla, tann, ið einki hevur at týða, móti hinum hátt virda. Táið tá onkur trívur í bróður sín í húsi faðirs síns og sigur: ?Tú eigur kappa, tú skalt vera stýrismaður okkara, og hetta ríki, sum er á fallandi fóti, skal vera undir hond tíni!? skal hann svara tann dag: ?Eg vil ikki vera lækni! Eg havi hvørki breyð ella klæði í húsinum; meg seta tit ikki til høvd fólksins!? Tí Jerúsalem snávar, og Juda fellur, av tí at tunga teirra og gerðir teirra eru ímóti HARRANUM; tey seta seg upp ímóti dýrdareygum Hansara. Andlitsbragd teirra talar og vitnar ímóti teimum, og sum fólkið í Sodoma tosa tey opinlýst um synd sína, tey dylja hana ikki. Vei sálum teirra, tey stoyta sær sjálvum í vanlukku! Sig um hin rættvísa, at honum skal gangast væl! Ávøkst verka sína skal hann eta. Vei hinum gudleysa honum skal gangast illa! Hansara egnu gerðir hevna seg aftur á hann sjálvan. Fólk Mítt hevur smádrong við stýrið, og kvinnur ráða yvir tí. Fólk Mítt! Leiðarar tínir eru villleiðarar; vegin, tú skalt ganga á, hava teir oytt. HARRIN stígur fram til rættargang, Hann stendur til reiðar at døma fólk Sítt. HARRIN stígur fram í rættinum móti hinum elstu í fólki Sínum og høvdingum tess: ?Tað eru tit, ið hava etið upp víngarðin, tit hava rán frá hinum fátæka í húsum tykkara! Hvussu kunnu tit traðka fólk Mítt so niður og sora sundur hini fátæku?? sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna. Og HARRIN sigur: Aftur fyri at døtur Zion eru so hugmóðigar og ganga og fetta sær og spæla við eygunum, ganga og tita og ringla við fótringunum, skal Harrin lata hviril døtra Zions verða fullan av skurvi, og HARRIN skal lyfta burtur av blygd teirra. Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt, oyrnaperlur, armbond, slør, høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt, fingraringar, nasaringar, høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar, spegl, lín, húgvur og fínslør. Stinkur skal vera í staðin fyri góðan anga, tog í staðin fyri belti, berskøllut høvd í staðin fyri flættur, sekkjalørift í staðin fyri høgtíðarbúna, brennimerki í staðin fyri vakurleika. Menn tínir skulu falla fyri svørði, og kappar tínir í orrustu. Portur hennara skulu suffa og syrgja, og einslig skal hon sita á jørðini. KAPITUL Zion, táið Harrin hevur reinsað tað. Tann dag skulu sjey kvinnur tríva í ein mann og siga: ?Sjálvar skulu vit bæði føða og klæða okkum; lat okkum bert sleppa at bera navn títt, tak burtur vanæru okkara!? Tann dag skal kvistur HARRANS vera til prýði og heiður, og ávøkstur landsins teimum av Ísrael til rós og prýði, sum undan sleppa. Og so skal verða, at leivdin í Zion og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, skulu kallast heiløg, ein og hvør, sum innskrivaður er til lívið í Jerúsalem táið Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zion og skolað blóðskyldina av Jerúsalem við dómsanda og reinsanaranda. Og yvir hvørjum staði á Zionsfjalli og yvir hátíðarskarunum har skal HARRIN skapa skýggj og royk um dagin og skin av logandi eldi um náttina tí alt, sum dýrd hevur, er lagt aftur yvir. Skýli skal vera, til skugga um dagin móti hita og til lívd og skjól móti áarføri og regni. KAPITUL Víngarður Harrans, Dómsorð yvir gudloysið, Eg skal syngja song um vin mín, kærleikssong um víngarð Hansara. Vinur mín hevði víngarð á fruktbørum heyggi. Hann gróv hann um, hentaði grótið úr honum og plantaði góð víntrø í hann; Hann bygdi torn í honum og høgdi eisini persu. So væntaði Hann Sær heyst av góðum vínberum, men fekk einki uttan villber. Og nú, íbúgvar Jerúsalems og Judamenn, dømið millum Meg og víngarð Mín! Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg væntaði Mær góð vínber? So skal Eg nú lata tykkum vita, hvat Eg ætli at gera við víngarð Mín: Eg skal taka burtur stikið, so hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður. Eg leggi hann í oyði; hann skal ikki verða skorin og ikki umgrivin, men ganga undir í tornum og tistlum, og skýggjunum skal Eg geva boð um ikki at senda honum regn. Tí víngarður HARRANS Guds herskaranna er hús Ísraels, og Judamenn eru Honum kærastir av øllum, ið Hann hevur plantað. Hann væntaði rætt men har verður úthelt blóð! Hann væntaði rættferð men har eru neyðarróp! Vei teimum, ið leggja hús aftrat húsi og jørð aftrat jørð, inntil einki pláss er eftir, so tit verða búgvandi einsamallir í landinum! Í oyrum mínum ljóðar frá HARRANUM Gudi herskaranna: So sanniliga skulu mong hús verða oyðin, stór og góð hús standa tóm! Tí víngarður, sum er tíggju daga pløgiland, skal geva av sær bat,* og táið homer verður sáaður, skal efa** verða heystað. Vei teimum, ið fara tíðliga upp at leita eftir sterkum drykki og sum sita út á náttina eldreyðir av víni! Við sitarum og hørpum halda teir gildi, við trummum og floytum og víni men verki HARRANS geva teir ikki gætur, og tað, ið hendur Hansara gera, síggja teir ikki! Tí skal fólk Mítt verða flutt burtur, áðrenn tað veit av; stórmenn tess skulu líða hungur, og hin geylandi hópur skal fáa maktarloysi av tosta. Ja, tí verður deyðaríkið enn átufrekari, tað gapar ómetaliga, og niður stoytast hinir stóru í býnum og hin geylandi, káti hópur, øll, ið stuttleika sær har. Tá skal menniskjan verða boygd, maðurin eyðmýktur, hini stoltu skulu sláa eyguni niður! Men HARRIN Gud herskaranna verður høgur við dómi Sínum; og hin heilagi Gud prógvar Seg heilagan við rættferð. Og lomb skulu liggja har og eta sum á sínum egna haga, og jørð ríkmannanna verður løgd í oyði og etin upp av fremmandum. Vei teimum, ið draga syndastraffina higar við lygibondum og syndabótina sum við vagntogum! sum siga: ?Lat Hann vera skjótan og skunda Sær við verki Sínum, so vit fáa tað at síggja! Lat hin Heilaga Ísraels fullføra tað, ið Hann hevur ráðlagt, so vit kunnu læra tað at kenna!? Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt! Vei teimum, sum eru vísir í sínum egnu eygum og klókir í sínum egnu hugsanum! Vei teimum, sum eru kappar at drekka vín og veldigir at blanda sterkan drykk, teimum, sum fyri gávu geva honum rætt, ið órætt hevur, og ræna rættin frá hinum rættvísu! Fyri hetta eins og eldurin brennir upp hálm, og hoyggj søkkur saman í loganum, so skal rót teirra rotna, og blóma teirra fúka burtur sum dust; tí teir hava vrakað lóg HARRANS Guds herskaranna og vanvirt orð hins Heilaga Ísraels. So tendrast tá vreiði HARRANS móti fólki Hansara, og Hann rættir út hondina móti tí og slær tað, so fjøllini nøtra, og líkini liggja sum skarnið á gøtuni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi. Hann reisir hermerki fyri heidningafólkini langt burtur og bríkslar fíggindan higar frá enda jarðarinnar og hygg, hann kemur bæði kvikur og lættur! Eingin teirra er móður ella snávar, eingin blundar, og eingin svevur, beltið um lendarnar fer ikki upp, og eingin skóreim slitnar. Pílar fíggindans eru hvestir, og allir bogar hansara eru spentir; hógvarnir á hestum hansara eru sum tinnan, og vagnhjólini líkjast harðveðri. Hann brølar sum leyvan, hann grenjar sum ungleyvurnar; brølandi grípur hann rán sítt og ber tað burtur og eingin er, sum bjargar. Tað dunar inn yvir tað* tann dag, sum havið dunar; og hyggur ein út yvir jørðina, so er myrkur og neyð, ljósið dimmist av tungum skýggjum! KAPITUL Esaias verður kallaður. Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið. Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann. Og teir róptu hvør til annan: ?Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna øll jørðin er full av dýrd Hansara!? Grundin undir durastøvunum skalv, táið rópið ljóðaði, og húsið fyltist av royki. Tá segði eg: ?Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!? Men ein serafurin fleyg yvir til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum; við henni nam hann við munn mín og segði: ?Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína!? So hoyrdi eg HARRAN siga: ?Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?? Og eg svaraði: ?Her eri eg send meg!? Tá segði Hann: ?Far og sig við hetta fólk: ?Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki!? Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum og venda ikki við og verða grødd!? Eg spurdi: ?Hvussu leingi, Harri?? Hann svaraði: ?Inntil býirnir eru lagdir í oyði og fólkatómir, og ikki menniskja er í húsunum, og inntil landið er lagt í oyði og vorðið oyðimørk. HARRIN skal reka menniskjuni langt burtur, og ógvuliga tómligt skal verða í landinum. Og er enn tíggjundapartur eftir í tí, skal eisini hann verða fyribeindur. Men eins og rótstubbi verður standandi eftir, táið terebintan ella eikin verður høgd niður, so skal heilagt sáð vera stubbin, ið eftir verður av fólkinum.? KAPITUL Esaias og Akaz, Profetorð um Immanuel, Um enda Judaríkis, Á teimum døgum ið Akaz, sonur Jótam, sonarsonur Uzzias, var kongur í Juda, fóru Rezin kongur í Sýrlandi og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerúsalem og ætlaðu at taka staðin; men tað vóru teir ikki mentir. Táið nú boð komu til hús Dávids, at Sýrlendingar høvdu givið seg í felag við Efra'im, skalv hjarta hansara og fólks hansara, sum trøini í skóginum skelva fyri vindinum. Men HARRIN segði við Esaias: ?Farið avstað, tú og sonur tín Sjearjasjub,* og møtið Akazi við enda vatnveitingarinnar úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll! Og tú skalt siga við hann: ?Varða teg og halt teg kvirran, óttast ikki og miss ikki mótið fyri hesum báðum rúkandi brandabrotum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og sonar Remalja! Aftur fyri at Sýrland, Efra'im og sonur Remalja hava lagt saman ónd ráð móti tær og sagt: ?Vit skulu fara móti Juda og loypa ræðslu á tað, vit skulu leggja tað undir okkum og seta son Tabe'el til kong har!? tí sigur Harrin HARRIN so: Tað skal ikki eydnast, tað skal ikki verða! Tí Damaskus er høvd Sýrlands, og Rezin er høvd Damaskus; og um ár skal Efra'im verða lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur. Samaria er høvd Efra'ims, og sonur Remalja er høvd Samaria. Vilja tit ikki trúgva, skulu tit ikki verða standandi.?? Framvegis segði HARRIN við Akaz: ?Krev tekin frá HARRANUM Gudi tínum! Tú kanst krevja tað niðanfrá, úr djúpinum, ella omanfrá, av hæddini.? Men Akaz svaraði: ?Eg krevji einki, eg freisti ikki HARRAN!? Tá segði Esaias: ?Hoyrið nú, tit av húsi Dávids! Er tað tykkum ikki nóg mikið, at tit troytta menniskju, síðani tit eisini troytta Gud mín! Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.* Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða. Tí áðrenn drongurin dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða, skal vera fólkatómt í landi konganna beggja, sum tú ræðist so. HARRIN skal lata dagar koma yvir teg, yvir fólk títt og yvir hús faðirs tíns, dagar, ið ikki hevur verið maki til, líka síðani Efra'im skilti seg frá Juda: Kongin í Assýria. Tann dag skal HARRIN bríksla eftir flugunum longst burtur, við áir Egyptalands, og eftir býflugunum í Assýria; tær skulu koma og seta seg allar samlar í hinar oydnu dalar, í gjáirnar og á allar tornarunnar og øll brynnistøð. Tann dag skal HARRIN við rakiknívi, sum leigaður er fyri handan Á,* við konginum í Assýria, raka av alt hárið, bæði á høvdinum og á kroppinum, ja, skeggið við skal Hann taka burtur. Tann dag skal maður hava kvígu og tvær ær; og so nógv skulu tær mjólka, at hann skal liva av róma; tí av róma og hunangi skulu øll tey liva, sum eftir eru í landinum. Og tann dag skal so vera, at har sum nú eru víntrø, seklar av silvuri verd, skal alt vera berir tornir og tistlar. Við píli og boga skal verða farið hagar, tí alt landið skal verða tornir og tistlar. Og allar líðirnar, har nú hakkari verður nýttur eingin skal longur seta fót sín har av ótta fyri tornum og tistlum; tær skulu vera at sleppa neytum á og at verða traðkaðar niður av seyði.? KAPITUL Fall Damaskus og Samaria, Dómurin yvir Juda, HARRIN segði við meg: ?Tak tær stóra talvu og skriva á hana við týðiligari skrift: ?Skjótur fongur, brátt rán.? Og tak Mær álítandi vitni, Uria prest og Zakarias, son Jeberekja.? Eg kom profetinnuni nær, og hon varð við barn og átti son. Tá segði HARRIN við meg: ?Gev honum navnið Maher-Sjalal Hasj-Bas!* Tí áðrenn drongurin dugir at siga ?pápi? og ?mamma?, skulu skattir Damaskus og herfongur Samaria verða borin fram fyri kongin í Assýria.? Framvegis segði HARRIN við meg: ?Aftur fyri at hetta fólk vanvirðir Siloavøtn, ið renna so still, og fagnar Rezin og syni Remalja ja, so skal HARRIN lata koma yvir tey hini stríðu, miklu vøtn Áarinnar* kongin í Assýria og alla dýrd hansara hon skal stíga upp um áarbakkarnar allastaðni, fløða yvir hvørja byrging, koma skolandi inn í Juda, fløða yvir, breiða seg, so maður stendur undir háls; við útbreiddu veingjum sínum skal hon fylla land Títt, so vítt sum tað er, Immanuel!? Leikið bert í, fólkasløg tit skulu koma at ræðast kortini! Hoyrið, øll tit lond langt burtur, búgvið tykkum til bardaga tit skulu koma at ræðast kortini! Leggið upp ráð tey skulu gleppa kortini! Talið orð tey skulu ikki fáa framgongd! Tí við okkum er Gud!* Tí so segði HARRIN við meg, táið hond Hansara tók meg við valdi, og Hann varaði meg, at eg mátti ikki ganga leiðirnar, ið hetta fólk gongur: Kallið ikki alt tað heilagt, ið hetta fólk kallar heilagt, óttist ikki tað, ið tað óttast, og ræðist ikki! HARRIN Gud herskaranna, Hann skal vera tykkum heilagur, Hann skal vera ótti tykkara, og Hann skal vera ræðsla tykkara. Hann skal verða báðum húsum Ísraels halgidómur, snávisteinur og klettur til fall og teimum, sum í Jerúsalem búgva, snerra og fella. Mong teirra skulu snáva og falla og fáa mein, sita føst í felluni og verða fangað. Bind saman vitnisburðin, innsigla orðið í lærisveinum Mínum! Eg bíði eftir HARRANUM, Honum, sum nú fjalir ásjón Sína fyri húsi Jákups til Hansara stendur vón mín. Eg og børnini, ið HARRIN hevur givið mær, eru tekin og fyrimyndir í Ísrael frá HARRANUM Gudi herskaranna, sum býr á Zionsfjalli. Og táið tey siga við tykkum: ?Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!? skulu tit svara: ?Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!? ?Til orðið og til vitnisburðin!? Siga tey ikki so, hetta fólk, ið ongan morgunroða hevur, so skulu tey reika um landið, hart plágað og hungrandi, og táið tey hungra, kemur ilt í tey, og tey banna kongi og Gudi sínum. Tey skulu venda eygunum uppeftir, og tey skulu hyggja niður á jørðina men neyð og myrkur er, ræðsluniða, tey eru rikin út í hina svørtu nátt! KAPITUL Hitt komandi friðarríki, Forherðing fólksins, Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður; í tíðini, sum fór, leiddi Hann vanæru yvir land Zebulons og Naftali, men á komandi tíðum skal Hann lata koma heiður yvir tað, yvir vegin fram við havinum, landið hinumegin Jordan, Galilea heidninganna. Fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey, sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína. Tú letur tað vaksa, fólkið, sum Tú áður ikki gavst mikla gleði; tey gleðast fyri ásjón Tíni, sum ein gleðist um heystið, sum ein fegnast, táið fongur verður skiftur. Tí hitt nívandi ok teirra, puttin, ið lagdur varð um rygg teirra, stav hansara, sum rak tey, hevur Tú brotið sundur sum dag Midjans. Ja, hvør skógvur, sum teir vóru í, táið bardagin leikaði, og hvørt plagg, sum dálkað er í blóði, skal brennast og enda sum føði eldsins. Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi. Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin, yvir hásæti Dávids og yvir ríki hansara; tað skal verða styðjað og hildið uppi við rætti og rættvísi, frá nú og til ævigar tíðir; álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta! Orð sendir Harrin móti Jákupi, tað slær niður í Ísrael; alt fólkið skal sanna tað, Efra'im og teir, sum í Samaria búgva, teir, sum í hugmóði og stoltleika hjartans siga: ?Múrar av tigulgróti fullu, men vit skulu byggja upp aftur við høgdum gróti; morberjatrø eru feld, men vit skulu seta sedristrø í staðin!? Tí gevur HARRIN mótstøðumonnum Rezins vald yvir tí,* og Hann vápnar fíggindar teirra, Sýrlendingar frammanfrá og Filistarar aftanfrá; teir eta Ísrael við gapandi munni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi. Men fólkið vendir ikki við til Hansara, sum slær tað; tey søkja ikki HARRAN Gud herskaranna. Tí høggur HARRIN av Ísrael bæði høvur og hala, bæði pálma og sev, alt ein dag. Hin elsti og nógv umhildni er høvdið, lygiprofeturin er halin. Leiðararnir hjá hesum fólki eru villleiðarar, og tey, sum lata seg leiða, teimum er úti við. Tí hevur HARRIN onga gleði av ungu monnum tess, tí tykist Honum ikki synd í hinum faðirleysu og einkjum tess; tí øll somul eru tey gudleys og gera tað, ið ilt er, og hvør muður talar dárskap. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi. Tí gudloysi brennir sum eldur, tað oyðir torn og tistil, og tað setur eld á tjúkkasta skóg, so hann fer upp í roykskýggi. Vegna vreiði HARRANS Guds herskaranna stendur landið í loga, og fólkið verður føði eldsins tey spara ikki hvørt annað! Tey bíta til høgru og hungra kortini; tey eta til vinstru og verða ikki mett; hvør etur kjøtið av sínum egna armi. Manasse etur Efra'im, og Efra'im Manasse; báðir tilsamans leypa teir á Juda. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi. KAPITUL Hinir ringu lóggávumenn, Endi Assýriaríkisins, Leivdin, sum vendir við, Vei teimum, ið geva órættvísar lógir, og sum eru ídnir at bókføra órætt, so teir fáa troðkað burtur frá rættinum tey, sum lítið hava at týða, rænt rættin frá hinum fátæku í fólki Mínum, gjørt einkjur til rán sítt og tikið alt frá hinum faðirleysu! Men hvat fara tit at gera, tann dag ið heimsøkt verður, táið oyðingin kemur úr fjarleika? Hvønn fara tit at leita til eftir hjálp, og hvar fara tit tá at goyma ríkidømi tykkara? Annaðhvørt mugu tit boyggja knø millum fangar ella falla millum dripnar. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi. Vei Assur, vreiðikoyrli Mínum! Vreiði Mín er stavurin, hann hevur í hondini. Móti vanheiløgum fólki sendi Eg hann; móti fólki, sum Eg eri illur við, biði Eg hann fara, til at røva og ræna og traðka tað niður sum skarn á gøtuni. Men hann, hann tekur tað ikki so, hjarta hansara hugsar ikki hetta; nei, til at forkoma stendur hugur hansara og til at oyða fólk ikki fá! Tí hann sigur: ?Eru ikki høvdingar mínir kongar allir samlir! Gekst ikki Kalno sum Karkemis! Gekst ikki Hamat sum Arpad! Gekst ikki Samaria sum Damaskus! Sum hond mín náddi avgudaríkjunum og tey høvdu tó fleiri gudamyndir, enn Jerúsalem og Samaria skuldi eg tá ikki kunnað gjørt tað sama við Jerúsalem og gudamyndir tess, sum eg gjørdi við Samaria og gudar tess!? Men táið HARRIN hevur fullført alt verk Sítt á Zionsfjalli og í Jerúsalem, skal Eg heimsøkja kongin í Assýria fyri ávøkst hugmóðs hjarta hansara og fyri høgt lyftu, stoltu eygu hansara. Tí hann sigur: ?Við sterku hond míni havi eg gjørt tað, og við vísdómi mínum tí eg eri klókur; eg flutti landamark tjóðanna og rændi skattir teirra, og í veldi mínum fírdi eg teir niður, sum í hásæti sótu; hond mín greip eftir góðsi tjóðanna sum eftir fuglareiðri; og sum ein sankar egg, ið fuglurin er flogin av, havi eg sankað øll lond á jørðini, og ikki ein var, sum rørdi vongin ella læt upp nevið og hvein.? Man øksin rósa sær móti honum, ið høggur við henni! Man sagin gera seg stóra móti honum, ið sagar við henni! Sum stavurin hevði sveiggjað tann, ið lyftir honum, sum putturin hevði lyft honum, ið ikki er av træ! Tí skal Harrin, HARRIN Gud herskaranna, senda tærandi sótt í fiti hansara, og undir dýrd hansara skal eldur fara at loga sum brennandi bál. Ljós Ísraels skal verða eldur, og hin Heilagi hansara logi, og Hann skal brenna upp og oyða tornir og tistlar hansara, allar ein dag. Hann skal á svaðasvørði gera enda á dýrabøru skógum og fruktbøru markum hansara, og hann skal verða sum ein sjúkur, ið tærist burtur. Lítið skal vera fyri at telja trøini, ið eftir verða í skógi hansara; barn skal kunna skriva tey upp. Tann dag skulu leivd Ísraels og tey, sum eftir eru av húsi Jákups, ikki longur styðja seg á hann, ið slær tey, men trúliga styðja seg á HARRAN, hin Heilaga Ísraels. Leivd skal umvenda seg leivd Jákups til hin veldiga Gud. Tí um so fólk títt, Ísrael, er sum sjóvarsandur, skal bert leivd av tí umvenda seg; óvikiliga er avgjørt, at oyðing kemur, og við rættvísi streymar hon fram. Tí oyðing og óvikiliga avgjørdan dóm fullførir Harrin, HARRIN Gud herskaranna, á allari jørðini. Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, so: Fólk Mítt, tú, ið býrt á Zion, óttast ikki Assýria, táið tað slær teg við puttinum og reiggjar stavin eftir tær, sum teir gjørdu í Egyptalandi! Tí um lítla stund enn eri Eg ikki illur longur, og vreiði Mín vendist til undirgang teirra. HARRIN Gud herskaranna skal reiggja koyril Sín eftir teimum, sum táið Hann sló Midjan við Orebsklett; stavur Hansara skal vera rættur út yvir havið, og Hann skal lyfta honum á sama hátt sum í Egyptalandi. Tann dag skal byrði hansara verða tikin av øksl tíni, og ok hansara av hálsi tínum, ja okið skal bresta fyri fiti. Hann* kemur móti Ajat, fer um Migron; tað, sum hann hevur í viðføri, letur hann vera eftir í Mikmas. Teir fara um skarðið; ?í Geba? [siga teir] ?halda vit náttarhvíld!? Rama skelvur, Gibea Sauls flýggjar; rópa hart, tú dóttir Gallim! Akta eftir, tú Laisa! Arma Anatot! Madmena flýggjar; fólkið í Gebim bjargar góðsi sínum. Enn í dag stendur hann í Nob; hann lyftir hondini móti fjalli dóttur Zions, móti heyggi Jerúsalems. Men tá høggur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, við øgiligari megi greinar hansara av; hini hávaksnu trø verða feld, hini høgu verða lág, hin tjúkki skógur verður høgdur niður við øks, og Libanon fellur fyri hinum veldiga. KAPITUL Messias og friðarríki Hansara. Men kvistur skal spretta av runni Ísais, og grein vaksa upp av rótum hansara; á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS. Hugur Hansara skal standa til at óttast HARRAN; Hann skal ikki døma eftir tí, ið eygu Hansara síggja, og ikki skifta rætt eftir tí, ið oyru Hansara hoyra; nei, Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða, og við rættferð skifta rætt fyri hini eyðmjúku á jørðini; Hann skal sláa jørðina við koyrli muns Síns og drepa hin gudleysa við anda varra Sína. Rættferð skal vera beltið um lendar Hansara, trúfesti beltið um mjadnar Hansara. Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey. Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt. Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins. Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin. Tann dag skulu heidningarnir leita til rótkvist Ísais, ið stendur sum hermerki tjóðanna, og bústaður Hansara skal vera dýrd. Tann dag skal HARRIN eina ferð enn rætta út hondina, til at vinna Sær leivd fólks Síns, tey, sum bjargað verða úr Assýria, Egyptalandi, Patros, Etiopia, Elam, Sinear, Hamat og oyggjum havsins. Hann skal reisa hermerki fyri fólkini, savna hinar burtriknu menn Ísraels og sanka hinar sundurspjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra hornum jarðarinnar. Tá skal øvund Efra'ims halda uppat, og fíggindskapur Juda ikki vera longur; Efra'im skal ikki øvunda Juda, og Juda ikki goyma fíggindskap móti Efra'im. Sum rovfuglar skulu teir stoyta sær niður á herðar Filistara fyri vestan; saman skulu teir ræna Eysturlendingar; á Edom og Móab skulu teir leggja hond, og Ammonitar skulu akta teir. HARRIN skal turka upp vík Egyptahavs og við sterka stormi Sínum lyfta hondini móti Ánni;* Hann skal klúgva hana í sjey greinar, so ein kann fara um tær turrskøddur. Lagdur vegur skal vera fyri leivd fólks Hansara, tey, sum bjargað verða úr Assýria eins og var fyri Ísrael, tann dag tey fóru út av Egyptalandi. KAPITUL Lovsongur hins frelsta Ísraels. Tann dag skalt tú siga: ?Eg takki Tær, HARRI, tí víst vart Tú vreiður við meg, men vreiði Tín helt uppat, og Tú troystaði meg! Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!? Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar. Tit skulu siga tann dag: ?Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt! Lovsyngið HARRANUM, tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina! Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!? KAPITUL Dómsorð yvir Bábel. Spádómur um Bábel, sum opinberaðist Esaiasi, syni Amoz. Reisið merki á naknum fjalli, rópið hart á teir, veittrið eftir teimum við hondini, so teir fara inn um portur valdsharranna! Eg havi sjálvur givið vígda heri Mínum boð um at fara, ja, kallað kappar Mínar at tæna vreiði Míni, stoltu, fagnandi skarar Mínar. Hoyr! Gangur á fjøllunum sum av nógvum herfólki! Hoyr! Óljóð av ríkjum, av fólkasløgum, sum streyma saman! HARRIN Gud herskaranna kannar herlið Sítt! Teir koma úr landi langt burtur, frá enda himmalsins, HARRIN og vreiðiamboð Hansara, til at leggja alla jørðina í oyði. Rópið og venið tykkum! Tí dagur HARRANS er nær, hann kemur sum oyðing frá hinum Alvalda. Tí verður hvør hond máttleys, og hvørt menniskjahjarta bráðnar. Tey ræðast; verkir og kvalir grípa tey; sum kvinnan, ið føðir, ringjast tey; full av angist stara tey hvørt uppá annað; andlit teirra eru eldreyð. Dagur HARRANS kemur, ræðuligur, fullur av bræði og brennandi vreiði, at gera jørðina til oyðimørk og týna syndararnar av henni. Tí stjørnurnar og stjørnumerkini á himli skulu ikki lata ljós sítt skína; sólin er myrk, táið hon kemur upp, og mánin skínur ikki. Eg skal heimsøkja jørðina fyri óndskap hennara og hini gudleysu fyri misgerð teirra, og Eg skal gera enda á stoltleika hinna freku og kúga hugmóð yvirgangskroppanna. Eg skal gera fólk sjáldsamari enn fínt gull og menniskju sjáldsamari enn gull úr Ofir. Tí skal Eg rista himmalin, og jørðin skal nøtrandi flyta seg úr staði undan bræði HARRANS Guds herskaranna, tann dag vreiði Hansara brennur. Sum uppstygdar skógargeitir, sum seyður, ið ikki verður hildin saman, skulu tey leita, hvør heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvør til land sítt. Hvør tann, ið afturfingin verður, skal verða stungin ígjøgnum, og hvør tann, ið tikin verður, skal falla fyri svørði. Smáu børn teirra skulu verða sorað fyri eygum teirra, húsini rænd, kvinnurnar neyðtiknar. Eg øsi upp Medarar móti teimum, teir, sum ikki leggja í silvur og ikki rokna gull fyri nakað. Bogar teirra fella hinar ungu, lívsfrukt spara teir ei, børnum tykist eygum teirra ikki synd í. Tað gongst Bábel, krúnu ríkjanna, stolta prýði Kaldearanna, sum ta ferðina Gud legði Sodoma og Gomorra í oyði. Tað skal aldri í allar ævir reisast aftur, og mann eftir mann skal eingin búgva har; eingin Arabari skal reisa tjald sítt har, eingin hirði skal lata fylgi sítt hvíla har. Nei, villdýr skulu liggja har, og húsini skulu fyllast av uglum; strutsar skulu búgva har, og skógartrøll hoppa um. Úlvar skulu ýla í borgunum, sjakalar í lystarhøllunum. Skjótt kemur tíð tess, ikki skal leggjast aftrat døgunum. KAPITUL Um kongin í Bábel, Profetorð móti Assýria, Um Filistarar, Tí HARRIN skal miskunna Jákupi og eina ferð enn útvelja Ísrael. Hann skal lata tey seta búgv í teirra egna landi, og fremmand skulu sameinast við tey og halda seg til hús Jákups. Fólkasløg skulu taka tey og flyta tey heimaftur, og hús Ísraels skal í landi HARRANS taka fólkasløgini í ogn sum trælir og trælkvinnur; tey skulu gera tey til fangar, sum tey vóru fangar hjá, og ráða yvir valdsharrum sínum. Tann dag HARRIN gevur tær hvílu eftir møði og angist tína og eftir hin harða trældóm, ið á teg var lagdur, skalt tú taka upp hetta háðkvæði um kongin í Bábel: ?Hygg, hvussu endaði við valdsharranum, við pínustaðnum! HARRIN hevur brotið stav hinna gudleysu, kongastav valdsharranna, sum í vreiði góvu fólkasløgum eitt slagið fyri og annað eftir, sum í illsinni kúgaðu fólkini og jagstraðu tey og spardu ikki! Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp. Um tað so eru sypristrøini, gleðast tey yvir tær, eisini sedristrøini á Libanon: ?Síðani tú falst og vart liggjandi, kemur eingin niðan at fella okkum!? Órógv kemur í deyðaríkið harniðri fyri tína skuld, táið tað tekur ímóti tær; fyri tína skuld vekur tað upp deydningar, allar høvdingar jarðarinnar; tað fær allar kongar tjóðanna at reisast úr hásætum teirra. Teir taka allir til orða og siga við teg: ?Og tú ert eisini vorðin máttleysur sum vit, tú ert vorðin okkum líkur!? Niður í deyðaríkið er dýrd tín stoytt, ljóðið av hørpum tínum; undir tær er reidd lega av ormum, maðkar hevur tú oman á tær! Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: ?Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri; eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!? Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina! Tey, sum síggja teg, skulu stara uppá teg, undrast á teg og siga: ?Er hetta maðurin, ið fekk jørðina at nøtra, kongaríki at skelva, sum gjørdi jarðarríki til oyðimørk, breyt niður býir tess og lovaði ikki fangum sínum heimaftur?? Allir kongar tjóðanna liggja við heiður, hvør í húsi sínum; men tú liggur ógrivin, slongdur burt sum vanvird grein, fjaldur av dripnum gjøgnumstungnum við svørði eins og niðurtraðkað ræ. Tú skalt ikki verða jarðaður sum teir, ið stíga niður í steinsettar gravir; tí landi tínum hevur tú forkomið, fólk títt hevur tú dripið avkom illgerðarmanna skal aldri nevnast meir! Gerið sonum hansara blóðbað fyri misgerð fedra teirra! Teir skulu ikki reisast og taka jørðina í ogn og fylla jarðarríki við býum.? Eg skal reisa Meg móti teimum, sigur HARRIN Gud herskaranna; Eg skal týna úr Bábel bæði navn og leivd, bæði børn og barnabørn, sigur HARRIN. Eg skal gera tað til eitt tilhald pinnsvína og fylla tað við blotum; Eg skal sópa tað burt við oyðingarkusti sigur HARRIN Gud herskaranna. HARRIN Gud herskaranna hevur svorið: Sanniliga, sum Eg havi hugsað, so skal vera, og tað, ið Eg havi sett Mær fyri, skal standa fast! Eg skal sora Assur sundur í landi Mínum og traðka hann niður á fjøllum Mínum; ok hansara skal verða av teimum tikið, og byrði hansara skal verða lyft av herðum teirra. Hetta er tað, ið Eg havi sett Mær fyri at gera við alla jørðina, hetta er hondin, ið útrætt er móti øllum tjóðum. Tí tað, ið HARRIN Gud herskaranna hevur gjørt av hvør ger tað til einkis! Útrættu hond Hansara hvør vendir henni aftur! Tað árið ið Akaz kongur doyði, kom hesin spádómur: Gleð teg ikki, alt Filistaraland, fyri tað at stavurin, ið sló teg, er brotnaður! Tí av rót høggormsins skal koma basiliskur, og ávøkstur hansara verður flogdreki! Hini armastu av ørmum skulu finna ríkliga føði, og hini fátæku skulu hvíla trygt; men avkom títt drepi Eg í hungri, og tað, ið eftir verður av tær, skal verða tikið av døgum. Vena teg, tú portur! Rópa, tú staður! Miss mótið, alt Filistaraland! Tí norðaneftir kemur roykur, og í fíggindaskaranum dragnar eingin aftur frá. Hvat skal tá verða svarað sendiboðum heidningafólkanna? At HARRIN hevur grundfest Zion, og at har finna hini ørmu av fólki Hansara lívd. KAPITUL Profetorð um Móab. Spádómur um Móab. Ja, eftir eini nátt verður Ar-Móab oytt, og endi gjørdur á tí! Ja, eftir eini nátt verður Kir-Móab oytt, og endi gjørdur á tí! Tey fara niðan til húsið og til Dibon á offurheyggjunum at gráta; uppi á Nebo og Medeba venar Móab seg; hvørt høvd er berskøllut, hvørt skegg avrakað. Á gøtuni binda tey sekk um seg, á tøkum og torgum vena øll seg og flóta í tárum. Hesbon og El'ale rópa neyðarróp, so tað hoyrist líka til Jahaz; tí vena eisini hermenninir seg í Móab, sál tess skelvur. Hjarta mítt grætur um Móab; tey flýddu haðani koma líka til Zoar, til Eglat-Selisia; ja, grátandi fara tey niðan brekkuna til Luhit, og á vegnum til Horonajim senda tey upp neyðarróp undan oyðingini. Nimrimsvøtn verða oyðimarkir, grasið svidnar, við urtunum er liðugt, grønt strá er ikki at síggja longur. Tað, ið tey hava sankað, samansparda góðs sítt, dragsa tey nú um Pílatræá. Ja, neyðarrópini ljóða um alt Móabsland; venan teirra nær líka til Eglajim og til Be'er-Elim; tí Dimonsvatn er fult av blóði. Men Eg lati meiri enn koma á Dimon, leyvu á tey, sum undan eru sloppin í Móab, á tey, sum eftir eru í landinum. KAPITUL Framhald. ?Sendið landsharranum lombini, ið hann skal hava, úr Sela um oyðimørkina til fjall dóttur Zions!? Rætt sum flagsandi fuglar, sum uppstygdir fuglaungar, skulu døtur Móab vera við vaðini um Arnon. ?Leggið ráð, finnið okkum útveg! Lat skugga tín verða sum náttina á alljósum degi, fjal hini burtriknu, sig ikki frá teimum, sum flýggja! Lat burtriknu míni finna tilhald hjá tær, ver Móab skjól fyri oyðaranum! Tí tað er úti við yvirgangskroppinum, oyðingin fær enda, og kúgarin er farin úr landinum. So verður hásætið grundfest við miskunn, og í tí skal í trúfesti sita kongur í tjaldi Dávids, høvdingi, sum stevnir eftir rætti og fremur rættferð.? Vit hava hoyrt um óføra hugmóð Móabs, stoltleika, hugmóð og frekleika tess, tóma reyp tess. Tí skal Móab vena seg um Móab, alt landið skal vena seg; um vínberjakøkurnar í Kir-Hareset skulu tit suffa í djúpari sorg. Tí følnaðar eru markir Hesbons, víntræ Sibma; vínber tess slógu høvdingar fólkanna til jarðar; tey komust líka til Jazer, viltust út í oyðimørkina; kvistar tess breiddu seg út, fóru um havið. Tí gráti eg við Jazer um víntræ Sibma; eg væti teg, Hesbon, við tárum mínum, og teg, El'ale! Tí yvir fruktheyst og kornheyst títt falla fagnaðarróp.* Og gleði og frøi verða tikin burt frá fruktgørðunum; úr víngørðunum hoyrist eingin gleðisongur, einki fagnaðarljóð; eingin treður vín í persunum, Eg havi latið fagnaðarróp teirra tagna. Tí skelvur hjarta mítt um Móab sum sitarastreingir, og bróst mítt um Kir-Heres. Og hvussu mikið Móab so møðir seg við at ganga niðan á offurheyggin og fara inn í halgidóm sín at biðja, vinnur tað einki. Hetta er orðið, ið HARRIN forðum talaði um Móab. Men nú sigur HARRIN: Áðrenn trý ár eru gingin sum dagløntur maður roknar árið skal dýrd Móabs við allari hini miklu mannfjøld vera lítið vird; lítið skal verða eftir, og lítið skal tað hava at týða, ikki vera mikið vert. KAPITUL Profetorð um Damaskus og Efra'im, Um fólkasløgini, Spádómur um Damaskus. Damaskus skal ikki longur vera býur, tað skal verða grótrúgva. Býirnir í Aroer verða fólkatómir; teir verða fylgjum til beiti; tey leggjast har og verða ikki rikin burt. Endi skal vera á verju Efra'ims, á kongadømi Damaskus og á tí, ið eftir er av Áram; ganga skal við teimum sum við dýrd sona Ísraels sigur HARRIN Gud herskaranna. Tann dag skal dýrd Jákups hava lítið at týða, holdini á kroppi hansara skulu tærast burtur. Ganga skal, sum táið tann, ið sker akur, tekur um stráini og við armi sínum kvettir øksini av; ganga skal, sum táið øksini verða sankað í Refa'imsdali. Einki skal verða eftir har uttan seinnaheyst sum táið berini verða sligin niður av oljutrænum tvey, trý ber ovast í toppinum, fýra, fimm á greinum frukttræsins sigur HARRIN Gud Ísraels. Tann dag skulu menniskjuni leita eftir skapara sínum, og eygu teirra skulu hyggja upp til hin Heilaga í Ísrael; tá skulu tey ikki venda eygum sínum til altarini, ið hendur teirra hava reist, og ikki hyggja á tað, ið fingrar teirra hava fingið í lag, tað veri Asjerur ella sólstólpar. Tann dag skulu hinir víggirdu býir Ísraels verða sum oyðitoftirnar í skógunum og á hæddunum, sum farið varð úr undan Ísraelsmonnum og landið skal verða til oyðimørk. Tí tú gloymdi Gud frelsu tínar og mintist ikki skýlisklett tín; tí plantar tú yndisligar urtagarðar og setur fremmandar kvistar í teir. Sama dag sum tú plantar, setur tú garð rundanum, og hvønn morgun fært tú tað, ið tú hevur plantað, at blóma men einki er at heysta heimsøkingardagin, táið pínan verður ógrøðandi. Hoyr gnýið frá mongum tjóðum, tær brúsa sum havið! Hoyr dun tjóðflokkanna, teir dynja sum veldig vøtn! Ja, tað dynur av fólkasløgum, sum mong vøtn dynja; men Hann hóttir at teimum, og tey flýggja langt burtur, fúka sum dumba á fjøllum fyri vindinum, sum dustskýggj fyri storminum. Um kvøldið, ja, tá kemur ræðsla; áðrenn lýsir av morgni, eru teir ikki til longur. So gongur teimum, sum røva frá okkum; hetta er lutur teirra, ið okkum ræna. KAPITUL Profetorð um Etioparar. Hoyr, land við súsandi veingjum handan fyri áir Etiopia, tú, sum sendir boð yvir um havið, í rørbátum yvir um vatnið! Farið avstað, tit kviku sendiboð, til hitt hávaksna fólk við glinsandi húð, til fólkið, ið tey ræðast víða um, hitt sterka og sigrandi fólk í landinum, sum áir streyma ígjøgnum! Øll tit fólk heimsins, tit, ið á jørðini búgva! Táið merkið verður reist á fjøllunum, hyggið tá eftir, og táið hornið ljóðar, lurtið tá eftir! Tí so segði HARRIN við meg: Eg skal halda Meg kvirran og hyggja at í bústaði Mínum, táið sólin brennir sólskinsdag, táið skýggini senda døgg heystardag. Tí áðrenn heystið er komið, áðrenn blómingin er at enda, og blóman er farin at búnast til vínber, sker Hann greinarnar av við víngarðsknívum, og kvistarnar høggur Hann av og beinir teir burtur. Tey verða øll somul givin rovfuglum fjallanna og hinum villu dýrum landsins; rovfuglarnir skulu eiga har um summarið, og øll vill dýr landsins skulu hava tilhald har um veturin. Á teirri tíð skulu verða bornar HARRANUM Gudi herskaranna gávur frá hinum hávaksna fólki við glinsandi húð, frá fólkinum, ið tey ræðast víða um, hinum sterka og sigrandi fólki í landinum, sum áir streyma ígjøgnum, til staðið, har sum navn HARRANS Guds herskaranna býr, til Zionsfjall. KAPITUL Spádómur um Egyptaland. Spádómur um Egyptaland. HARRIN fer fram á løttum skýggi og kemur til Egyptalands; gudar Egyptalands skelva fyri ásjón Hansara, og hjørtu Egypta bráðna í brósti teirra. Eg skal øsa Egypta móti Egypta, so teir berjast, bróðir við bróður og vinur við vin, býur við bý og ríki við ríki. Andi Egypta skal svíkja innan í teimum, og ráð teirra skal Eg gera til einkis; teir skulu leita til avgudarnar og gandakallarnar, til teirra, sum mana upp deyð, og til spámenninar. Eg skal geva Egyptaland hørðum harra í hendur, grummur kongur skal valda yvir teimum sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna. Vatnið í sjónum skal svinna burtur, áin skal grynnast og torna heilt upp. Áirnar skulu stinka, streymar Egyptalands skulu minka og torna upp, rør og sev skulu følna. Grasfløturnar fram við Nilá, á áarbakkanum, og alt dýrkilendið við ánna, skal torna upp, oyðast og hvørva. Fiskimenninir suffa og syrgja, allir teir, ið kasta niður ongul á Nilá; teir, ið seta garn á vatninum, eru mótfalnir. Til skammar verða tey, sum virka lín, og tey, sum veva fínt, hvítt toy. Grundstólpar landsins eru niðurbrotnir; angist grípur øll tey, sum arbeiða fyri løn. Einki uttan dárar eru høvdingarnir í Zoan; hinir vísastu ráðgevarar Faraos geva einki uttan býtt ráð. Hvussu kunnu tit siga við Farao: ?Eg eri ættaður frá vísmonnum, eg eri sonur kongarnar í forðum!? Ja, hvar eru vísmenn tínir! Lat teir kunngera tær og lata teg vita, hvat HARRIN Gud herskaranna ætlar at gera við Egyptaland! Nei, dárar eru høvdingarnir í Zoan vorðnir, høvdingarnir í Nof eru sviknir; teir, ið vóru hornsteinar ættanna í Egyptalandi, hava fingið tað at villast. HARRIN hevur givið teimum svimbulsanda; teir hava leitt Egyptaland á skeiva leið í øllum, tað ger, eins og drukkin maður sløðrar um í spýggju síni. Einki skal eydnast Egyptalandi hvat tað so ger tað veri høvur ella hali, pálmi ella sev, ið ger tað! Tann dag skal Egyptaland vera sum kvinnur; angist og ræðsla skal grípa tað fyri upplyftu hond HARRANS Guds herskaranna, sum Hann reiggjar móti tí. Judaland skal vera Egyptalandi ræðsla; hvørja ferð onkur minnir tey um tað, skulu tey skelva fyri ráðnum, ið HARRIN Gud herskaranna hevur lagt móti teimum. Tann dag skulu fimm býir í Egyptalandi tala tungumál Kána'ans og svørja um HARRAN Gud herskaranna; hvør teirra skal kallast undirgangsbýur. Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið. Tey skulu vera til tekin og vitnisburð um HARRAN Gud herskaranna í Egyptalandi; táið tey rópa til HARRAN undan teimum, ið kúga tey, skal Hann senda teimum frelsara og verjara, sum skal fría tey. HARRIN skal gera Seg kunnigan fyri Egyptalandi, og Egyptar skulu tann dag læra HARRAN at kenna; teir skulu tæna Honum við sláturofri og matofri, teir skulu gera HARRANUM lyfti og halda tey. HARRIN skal sláa Egyptaland sláa og grøða; og táið tey venda við til HARRAN, skal Hann bønhoyra og grøða tey. Tann dag skal lagdur vegur vera úr Egyptalandi til Assýria; Assýringar skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assýria, og Egyptaland skal tæna HARRANUM saman við Assýria. Tann dag skal Ísrael vera sjálvurtriði, saman við Egyptalandi og Assýria vera signing mitt á jørðini, sum HARRIN Gud herskaranna signar við hesum orðum: Signað veri Egyptaland, fólk Mítt, Assýria, handaverk Mítt, og Ísrael, arvur Mín! KAPITUL Spádómur um, at Assýria skal vinna sigur á Egyptalandi og Etiopia. Tað árið ið Tartan kom til Asdod ta ferðina ið Sargon kongur í Assýria sendi hann hagar, og hann herjaði á Asdod og tók býin um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: ?Tú skalt loysa syrgibúnan* av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!? Hann so gjørdi og gekk nakin** og skóleysur. So segði HARRIN: ?Sum tænari Mín Esaias hevur gingið nakin og skóleysur nú í trý ár og verið til tekin og fyrimynd viðvíkjandi Egyptalandi og Etiopia, so skal kongurin í Assýria fara við fangunum úr Egyptalandi og hinum burtfluttu úr Etiopia, bæði ungum og gomlum, naknum og skóleysum, við berum baki Egyptalandi til vanæru! Tá skulu teir ræðast og hava skomm av Etiopia, sum var vón teirra, og Egyptalandi, sum teir vóru stoltir av. Og teir, sum búgva á hesi strond, skulu siga tann dag: ?Hygg nú, hvussu teimum gekst, sum vóru vón okkara, sum vit leitaðu til eftir hjálp fyri at verða bjargaðir undan konginum í Assýria! Hvussu skulu vit tá komast undan!?? KAPITUL Spádómur móti Bábel, Edom og Arabia. Spádómur um havoyðimørkina.* Sum stormur, ið fer fram í Suðurlandinum, kemur tað úr oyðimørkini, úr hinum øgiliga landi. Svár sjón er mær kunngjørd: ?Ránsmenn ræna, hermenn herja! Fram, Elam, herja á, Media! Hvørjum suffi geri Eg enda á!? Tí skelva lendar mínar; verkir koma á meg sum á kvinnuna, ið føðir; eg ringist so, at eg hoyri einki, eg eri so ræðslusligin, at eg síggi einki. Hjarta mítt er í ørviti, eg vil køvdna av ræðslu; kvøldarstundin, ið mær longdist eftir, fyllir meg nú við angist. Teir seta borðini fram, vaktin vakir; teir eta og drekka ?upp, høvdingar, salvið skjøldirnar!? Tí so segði HARRIN við meg: ?Far og set út vaktarmannin! Tí, sum hann sær, skal hann siga frá. Sær hann fylgi, ríðandi menn, tveir og tveir, fylgi av eslum, fylgi av kamelum, skal hann akta eftir, ja, akta væl eftir!? Hann rópti sum leyva: ?Harri, her standi eg á vakt støðugt, allan dagin, og eg verði verandi her og hyggi eftir nátt eftir nátt! Og hygg, nú kemur her fylgi av monnum, ríðandi menn, tveir og tveir!? Og hann tók til orða og segði: ?Fallið, fallið er Bábel! Allar gudamyndir tess hevur hann sorað sundur, líka í grund!? Á, tú sundursoraða, treskta fólk Mítt! Tað, sum eg havi hoyrt frá HARRANUM Gudi herskaranna, frá Gudi Ísraels, havi eg kunngjørt tykkum. Spádómur um Duma.* Teir rópa til mín úr Se'ir: ?Vaktari, hvat líður náttini? Vaktari, hvat líður náttini?? Vaktarin svarar: ?Morgunin er komin, og tó er nátt! Vilja tit spyrja, so spyrjið komið aftur!? Spádómur um Arabia. Í skóginum í Arabia skulu tit vera um náttina, tit ferðamannafylgi úr Dedan! Tey eru farin út móti hinum tystu við vatni, tey, sum búgva í Temalandi; út móti teimum, sum flýggja, eru tey farin við breyði. Tí tey flýggja undan svørðinum, undan hinum drigna svørði, undan hinum spenta boga, undan tyngd ófriðarins. Tí so hevur Harrin sagt við meg: ?Eitt ár enn sum dagløntur maður roknar árið so skal vera úti við allari dýrd Kedars. Fáir skulu bogarnir vera, ið eftir eru hjá køppum Kedars tí HARRIN Gud Ísraels hevur talað.? KAPITUL Hitt forherðaða Jerúsalem, Sebna og Eljakim, Spádómur um Sjónadal.* Hvat bagir hjá tær, síðani alt fólk títt er farið upp á tøkini? Tú býur, so fullur av óljóði, av gangi, av fagnaðarrópum! Falnu menn tínir eru ikki dripnir við svørði og ikki deyðir í bardaga. Høvdingar tínir eru allir samlir flýddir; uttan at skotið varð við boga, vórðu teir tiknir á hondum; teir, sum í tær vóru, gjørdust allir fangar, hvussu langt burt teir so vóru flýddir. Tí sigi eg: Vendið eygunum frá mær, eg má gráta sárt! Gerið mær ikki ófrið við at troysta meg fyri, at dóttir fólks míns er løgd í oyði! Tí ræðsludagur, dagur niðurtraðkingar og treingingar, kemur frá Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna, í Sjónadali;* múrar verða niðurbrotnir, og neyðarrópini hoyrast líka niðan í fjøllini. Elam tekur pílahúsan, heldur fram við vagnkøppum og hestmonnum; Kir hevur tikið út skjøldirnar. Bestu dalar tínir fyllast við vagnum, og hestmenn taka støðu fyri portrunum. Hann tekur verndina frá Juda. Tá fert tú at hyggja teg um eftir vápnunum í skóghúsinum. Tit síggja, at Dávidsbýur hevur nógvar rivur, og tit savna vatnið í Niðaru Tjørn; tit telja húsini í Jerúsalem, og tit ríva niður húsini fyri at væla um múrin; millum báðar múrarnar grava tit grøv til vatnið úr Gomlu Tjørn men til Hansara, sum gjørdi tað, hyggja tit ikki upp, til Hansara, sum langt síðani upphugsaði tað, venda tit ikki eygunum. Harrin, HARRIN Gud herskaranna, kallaði tykkum tann dag til grát og sorg, til at raka høvdið og sveipa syrgibúna um tykkum. Men hygg, her er frøi og gleði tey drepa neyt og seyð, tey eta kjøt og drekka vín; [tey siga:] ?Latið okkum eta og drekka, tí í morgin doyggja vit!? Men í oyrum mínum ljóðar opinbering HARRANS Guds herskaranna: So sanniliga skulu tit ikki fáa gjørt bót fyri hesa synd, so leingi sum tit liva! sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna. So sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna: Far og sig við henda fútan, Sebna hallarstjóra: Hvat hevur tú her, og hvønn hevur tú her, síðani tú her hevur høgt tær út grøv, tú, sum høggur tær út grøv høgt uppi, holar tær út bústað í berginum? Tú skalt vita, at HARRIN skal blaka teg langan veg, maður! Hann skal snara teg saman í knýti, Hann skal vinda teg saman í noða og sipa teg sum bólt út í rúmt land! Har skalt tú doyggja, og hagar skulu dýrdarvagnar tínir koma skemd tín, ið tú ert húsi harra tíns! Eg renni teg burt úr staði tínum, og úr embæti tínum skalt tú verða rikin burt. Tann dag skal Eg kalla tænara Mín Eljakim, son Hilkia, og Eg skal lata hann í kyrtil tín, gyrða hann við belti tínum og leggja veldi títt í hendur hansara; hann skal vera faðir teirra, sum í Jerúsalem búgva, og húss Juda. Eg skal leggja lykilin til hús Dávids á herðar hansara; táið hann letur upp, skal eingin lata aftur, og táið hann letur aftur, skal eingin lata upp. Eg skal festa hann sum nagla á trygt stað, og hann skal verða fedrahúsi sínum til heiður. Teir skulu heingja á hann alla tyngd húss faðirs hansara, bæði hinar góðu og hinar villu kvistar, øll smáíløtini, bæði føt og krukkur. Tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna skal naglin, ið festur var á tryggum staði, loysna; hann skal ganga úr og detta niður, og øll byrðin, ið á honum hekk, skal sorast sundur tí HARRIN hevur talað! KAPITUL Spádómur um Týrus. Spádómur um Týrus. Venið tykkum, tit tarsisskip! Tí tað er lagt í oyði, so einki hús er meir einki at fara inn í! Úr Kittimslandi fáa teir hetta at frætta. Sitið tigandi, tit, sum búgva við strondina! Keypmenn úr Zidon, teir, sum yvir havið fara, fyltu teg. Av sáði frá Sihor og korni frá Nilá gjørdi tú tær vinning, við tað at tú fórt yvir hini stóru høv og handlaði við tí millum fólkini. Men statt nú har við skomm, Zidon! Tí so sigur havið, havborgin: ?Eg havi hvørki havt verkir ella átt, heldur ikki uppfostrað ungar dreingir ella uppalt ungar gentur!? Táið tey frætta hetta í Egyptalandi, fáa tíðindini um Týrus tey at skelva. Farið yvir til Tarsis og venið tykkum, tit, sum búgva við strondina! Er hetta glaði staður tykkara, sum til hevur verið frá fornum døgum, og sum av fótum sínum hevur verið borin víða um at búgva sum fremmandur? Hvør hevur gjørt hesa avgerð móti Týrus, sum býtti út krúnur? Keypmenninir har vóru høvdingar, handilsmenninir har vóru stórmenn á jørðini! Tað er HARRIN Gud herskaranna, ið hevur gjørt tað av til at vanæra alt hugmóð og eyðmýkja allar hinar stóru á jørðini! Fløð út yvir land títt eins og Nilá, tú dóttir Tarsis! Flóðgarður er eingin til longur. Hann rætti út hondina yvir havið, hann fekk kongaríki at nøtra HARRIN beyð, at verndarvirki Kána'anslands skuldu leggjast í oyði. Hann segði: ?Aldri aftur skalt tú leika av kæti, tú neyðtikna moyggj, dóttir Zidon! Reis teg, far yvir til Kittimsland heldur ikki har skalt tú finna hvílu!? Hygg Kaldearaland, hetta fólk, ið ikki var til fyrr Assur gjørdi land teirra dýrum oyðimarkarinnar til bústað. Teir reisa nú vakttorn síni, teir ríva niður borgirnar í býnum og gera hann til eyrdunga. Venið tykkum, tit tarsisskip, tí verndarvirki tykkara er lagt í oyði! Á teirri tíð skal Týrus liggja gloymt í ár, so leingi sum kongsaldur; men táið ár eru gingin, skal gangast Týrus, sum sigst í vísuni um skøkjuna: ?Tak sitara tín, gakk um í býnum, tú gloymda skøkja! Spæl vakurt og syng dúgliga, so minst kann verða til tín!? Táið ár eru gingin, skal HARRIN taka Sær av Týrus, og tað skal aftur sleppa at taka skøkjuløn og horast við øllum kongaríkjum heimsins, teimum, sum á jørðini eru. Men inntøka og skøkjuløn tess skal verða HARRANUM halgað; hon skal ikki verða savnað saman ella goymd burtur; nei, tey, sum búgva fyri ásjón HARRANS, skulu fáa inntøku tess og nýta hana at metta seg og klæða seg í skreytbúna fyri. KAPITUL Dómurin yvir heimin, Ísrael verður aftur signað, HARRIN tømir jørðina og leggur hana í oyði; Hann umskiftir útsjónd hennara og spjaðir tey, sum á henni búgva. Tá gongur presti sum fólki, harra sum træli, frú sum trælkvinnu, seljara sum keypara, lángevara sum lántakara, okrara sum skuldara hansara. Tømd, ja, tømd skal jørðin verða, og rænd, ja, rænd tí HARRIN hevur talað hetta orð. Jørðin syrgir og følnar burtur, jarðarríki ørmaktast og følnar burtur; hinir mætu millum fólkini á jørðini ørmaktast. Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, brotið hin æviga sáttmála. Tí tærir bann jørðina upp, og tey, ið á henni búgva, noyðast at bøta; tí steikjast jarðbúgvarnir av hita, so bert fá menniskju verða eftir. Vínberjaløgurin syrgir, víntræið følnar; øll tey, sum áður vóru so hjartansglað, suffa nú. Tagnað er hitt glaða ljóð av trummum, uppathildin er gangurin av teimum, ið fegnast, tagnaður er gleðiljómur sitaranna. Teir sita ikki nú og kvøða við vínsteypið; beiskur er hin sterki drykkur teimum, ið drekka hann. Niðurrivin liggur býurin og oyðin; stongt er hvørt hús, so ikki slepst inn. Á gøtuni vena teir seg um vínið; øll gleði er horvin, burturflýdd er øll frøi úr landinum. Eftir í býnum er einki uttan oyðing, og portrið er høgt í spønir. Tí so skal tað ganga millum fólkini á jørðini sum táið oljutrø verða skakað, sum við seinnaheystið, táið vínheystið er liðugt. Tey,* tey skulu lyfta upp rødd sína og fegnast; um dýrd HARRANS rópa tey av gleði fyri vestan: ?Ærið tí HARRAN, tit, sum búgva í eystri, ærið navn HARRANS Guds Ísraels, tit, sum búgva á strondum havsins!? Frá ytsta enda jarðarinnar hoyra vit lovsongir: ?Æra veri hinum rættvísa!? Men eg sigi: Eg armi, eg armi vei mær! Ránsmenn ræna, ja, ránsmenn ræna rán! Ræðsla og grøv og garn yvir teg, tú, sum á jørðini býrt! Tann, ið flýggjar undan ræðsluni, skal falla í grøvina, og tann, ið sleppur upp úr aftur grøvini, skal koma fastur í garnið; tí vatnportrini á hæddini eru latin upp, og grundvøllir jarðarinnar skelva. Jørðin klovnar, ja, hon klovnar; jørðin skrædnar, ja, hon skrædnar; jørðin riðar, ja, hon riðar. Jørðin skal sløðra sum hin drukni; hon skal geva seg aftur og fram sum vaktaraskýli; tungt liggur misbrot hennara á henni hon skal falla og ikki reisa seg aftur. Tann dag skal HARRIN heimsøkja her himmalsins á hæddini og kongar jarðarinnar á jørðini; teir skulu verða savnaðir saman sum fangar í holuni og settir í fangahús, og eftir langa tíð skulu teir fáa straff sína. Mánin skal smæast, og sólin skammast, tí HARRIN Gud herskaranna skal tá vísa, at Hann er kongur á Zionsfjalli og í Jerúsalem; og fyri eygum elstu Hansara er dýrd. KAPITUL Ísrael verður signað, og Móab gongur til grundar. HARRI, Tú ert Gud mín, eg prísi Tær, lovi navni Tínum! Tí Tú hevur gjørt undurverk, ráð Tíni frá forðum eru sannleiki og trúfesti. Tí Tú hevur gjørt bý til grótrúgvu, hin víggirda stað til eyrdunga; Tú hevur lagt í oyði borgir hinna fremmandu, tær skulu aldri verða upp aftur bygdar. Tí skal sterk tjóð heiðra Teg, staður villa heidninga óttast Teg. Tí Tú hevur verið honum vernd, sum lítið hevur at týða, hinum fátæka vernd í neyðini, skjól í áarføri, skuggi í hita; tí øði yvirgangskroppanna er sum skúrur móti veggi. Sum Tú letur hitan minka í turrum landi, doyvir Tú gangin av hinum fremmandu, ja, sum hitin minkar í skugganum av skýggi, verður songur yvirgangskroppanna doyvdur. HARRIN Gud herskaranna skal á hesum fjalli gera øllum tjóðum veitslu, veitslu við feitum rættum, veitslu við gomlum víni, við feitum, mergjaðum rættum, við kláraðum, gomlum víni. Og Hann skal á hesum fjalli gera til einkis slørið, ið fjalir øll fólkasløg, og sveipið, ið lagt er yvir allar tjóðir. Hann skal við alla gera deyðan til einkis; Harrin HARRIN skal turka tárini av hvørjum andliti og gera enda á vanæru fólks Síns um alla jørðina tí HARRIN hevur talað. Tann dag skal verða sagt: ?Hyggið, har er Gud okkara, Hann, sum vit bíðaðu eftir, skuldi frelsa okkum, hetta er HARRIN, sum vit bíðaðu eftir latið okkum fegnast og gleðast í frelsu Hansara!? Tí hond HARRANS skal hvíla á hesum fjalli; men Móab skal verða traðkað niður, har tað stendur, eins og hálmur verður traðkaður niður í køstavatn. Og tað skal breiða út hendur sínar har, eins og svimjarin breiðir út hendurnar at svimja; men HARRIN skal eyðmýkja hugmóð tess, hvussu mong brøgd tað so roynir at gera við hondunum. Hann skal ríva niður og koyra um koll hinar reystu múrar, ið eru vernd tín; Hann slættar teir við jørðina, so teir liggja í dustinum. KAPITUL Hitt frelsta Juda lovsyngur, Játtar, Verður ámint, Tann dag skal hesin songur verða sungin í Judalandi: ?Sterkan stað hava vit, frelsu setur Hann til múr og vernd. Latið upp portrini, so rættvíst fólk fær gingið inn, fólk, ið heldur fast við trúskap! Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann. Lítið í allar ævir á HARRAN, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur! Tí Hann hevur eyðmýkt tey, sum búðu á hæddini, ja, hin høga stað; Hann stoytti honum til jarðar, sló hann niður í dustið. Hann varð traðkaður undir fótum, undir fótum fátækra, undir iljum teirra, sum lítið hava at týða.? Gøta hins rættvísa er sløtt; Tú slættar veg hins rættvísa. Á vegi dóma Tína væntaðu vit Teg eisini, HARRI; eftir navni Tínum og minni Tínum tráaði sál okkara. Sál mín tráaði eftir Tær um náttina, og andi mín innan í mær søkti Teg. Tí við tað sama sum dómar Tínir ráma jørðina, læra tey rættferð, sum á jarðarríki búgva. Verður náði víst hinum gudleysa, lærir hann aldri rættferð; í rættvísilandi ger hann órætt og sær ikki hátign HARRANS. HARRI! Høgt var hond Tín lyft upp, men tey sóu tað ikki; tey fingu at síggja íðinskap Tín fyri fólkinum og vórðu til skammar, ja, eldur oyddi fíggindar Tínar. HARRI! Tú skalt gera, at vit fáa frið; tí alt, ið vit hava gjørt, hevur Tú avrikað fyri okkum. HARRI Gud okkara! Aðrir harrar enn Tú hava rátt yvir okkum, men eina navni Tínum prísa vit. Deyð livna ikki upp aftur, deydningar rísa ikki upp; tí heimsøkir og oyðir Tú tey og gert hvørt minni um tey til einkis. Tú letur fólkið nørast, HARRI, Tú letur fólkið nørast og vísir dýrd Tína, Tú flytur øll mark landsins langt út. HARRI! Í neyðini leitaðu tey til Tín; tey sendu upp stillar bønir, táið tykt Tín kom á tey. Sum hon, ið er við barn og hevur fingið ilt, ringist og gevur seg í verkjunum, so var við okkum fyri ásjón Tíni, HARRI! Vit vóru við barn, vit ringdust; men táið vit áttu, var tað einki uttan vind; onga frelsu fingu vit landinum, og eingin heimsbúgvi varð føddur. Hini deyðu Tíni skulu livna upp aftur, lík míni skulu rísa upp. Vaknið og hevjið fagnaðarsong, tit, sum í dustinum búgva! Tí døgg ljóssins er døgg Tín, og jørðin gevur deydningar aftur til lívs. Far, fólk Mítt, far inn í kømur tíni og lat aftur dyrnar eftir tær! Fjal teg lítla løtu, inntil vreiðin er yvirstaðin! Tí HARRIN fer út úr bústaði Sínum at straffa tey, sum á jørðini búgva, fyri misbrot teirra; og jørðin skal lata blóðið, ið runnið er á henni, koma fyri ljósið og ikki longur fjala tey, sum dripin eru á henni. KAPITUL Harrin heimsøkir Livjatan, Ísrael eyðmýkt og signað, Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum. Tann dag [skulu tey syngja:] ?Yndisligur víngarður er syngið um hann!? Eg, HARRIN, Eg eri vaktarmaður hansara; hvørja løtu vatni Eg hann; fyri at eingin skal heimsøkja hann, haldi Eg vakt yvir honum nátt og dag. Illur eri Eg ikki við hann; hevði Eg havt tornir og tistlar móti Mær í bardaga, skuldi Eg lagt á teir og brent teir upp allar samlar uttan so var, at teir leitaðu sær vernd hjá Mær, gjørdu frið við Meg, ja, gjørdu frið við Meg! Á komandi tíðum skal Jákup festa rót, Ísrael grønka og blóma, og teir skulu fylla jarðarríki við ávøksti. Man HARRIN hava sligið Ísrael so hart, sum Hann sló teir, ið slógu tað! Ella varð tað dripið, eins og fíggindar tess vórðu dripnir! Nei, við máta revsaði Tú fólkið, táið Tú rakst tað frá Tær; HARRIN blásti tað burtur við hvassa vindi Sínum, tann dag eystanstormurin kom. Tí verður gjørd bót fyri misbrot Jákups, og tað at synd hansara verður tikin burt, gevur fullan ávøkst, táið allir altarsteinar verða brotnir sundur sum kálksteinar, og Asjerur og sólstólpar ikki reisa seg aftur. Tí hin fasti staðurin liggur í oyði, hann er vorðin fólkatómt stað, oyðin sum oyðimørkin; har liggja ungneytini og eta, har hvíla tey seg og gnaga kvistarnar av. Táið greinarnar eru turrar, verða tær brotnar av; kvinnur koma og kynda upp við teimum. Tí hetta er tjóð við ongum viti; tí er skapari hennara henni ikki miskunnsamur; Hann, sum myndaði hana, er henni ikki náðigur. Tann dag skal HARRIN sláa ávøkstin niður frá Stórá* líka at Egyptalandsá, og tit, børn Ísraels, skulu verða hentað upp eitt og eitt. Tann dag skal verða blást í stórt horn, og tey skulu koma, hini burtmistu í Assýria og hini burtriknu í Egyptalandi, og tey skulu tilbiðja HARRAN á hinum heilaga fjalli í Jerúsalem. KAPITUL Dómur yvir Efra'im, Hin komandi signing, Eisini í Juda ræður gudloysi, Gud ikki bert straffar, Vei teirri stoltu krúnu hinna druknu í Efra'im og hini følnandi blómu, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dali teirra, ið liggja druknir av víni! Men HARRIN hevur til reiðar ein, ið sterkur og veldigur er, líkur heglingsæli, oyðandi stormi; sum óført áarføri av veldigum, skolandi vøtnum slær hann við valdi alt til jarðar. Av fótum skal hon verða traðkað niður, stolta krúna hinna druknu í Efra'im! Og hin følnandi blóma, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dalinum, við henni skal ganga sum við fikuni, ið er staðin, áðrenn summarið er komið hin fyrsti, ið fær eyga á hana, slítur hana av, og nóg illa hevur hann fingið hana í hondina, so gloypir hann henni. Tann dag skal HARRIN Gud herskaranna vera føgur krúna og dýrur kransur fyri leivd fólks Síns, og honum dómsandi, sum situr og skal døma, teimum styrki, sum reka ófriðin aftur at portrunum. Men eisini hesir* sløðra av víni og riða av sterkum drykki; prestur og profetur sløðra av sterkum drykki, eru í ørviti av víni, riða av sterkum drykki; teir sløðra í sjónum sínum, riða í dómum sínum. Ja, øll borð eru full av fúlari spýggju, so ikki reinur plettur er at síggja. ?Hvønn er tað, hann ætlar at læra uppá? Hvønn ætlar hann at fáa at lurta eftir sær? Eru vit nústani vandir frá mjólkini, nýliga lagdir av brósti! Tí boð oman á boð, boð oman á boð, regla oman á reglu, regla oman á reglu, her eitt sindur, og har eitt sindur!? Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum tungumáli skal Hann tala við hetta fólk, Hann, sum segði við tey: ?Hetta er hvíla latið hin troytta hvíla! og hetta er friður!? Men tey vildu ikki hoyra! Tí skal eisini orð HARRANS verða teimum boð oman á boð, boð oman á boð, regla oman á reglu, regla oman á reglu, her eitt sindur, og har eitt sindur so tey, best sum tey ganga, fara eftir nakkanum og bróta seg sundur, verða bundin og fangað. Hoyrið tí orð HARRANS, spottarar tykkara, tit, ið valda yvir fólkinum her í Jerúsalem! Aftur fyri at tit siga: ?Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við deyðaríkið; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann ikki náa okkum; tí lygn hava vit gjørt okkum til skjól, vit hava fjalt okkum í sviki!? tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein tann, ið trýr, hevur ikki skund. Eg geri rætt til málisnøri, rættferð til lodd, heglingur skal ríva burtur lygiskjólið, og loynistaðið skulu vøtnini skola burtur. Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða útstrikaður, og seming tykkara við deyðaríkið skal gleppa; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann sláa tykkum til jarðar; tykkum skal hann ráma, hvørja ferð hann fer fram, tí morgun eftir morgun skal hann fara fram, ja, bæði dag og nátt ber ræðsla skal tað vera at skilja boðskapin. Tí songin er ov stutt at rætta seg út í, og teppið er ov smalt at balla seg inn í. Tí sum á Perazimsfjalli skal HARRIN reisa Seg, sum í dalinum við Gibeon skal Hann vísa vreiði Sína, til at fremja starv Sítt undarligt starv og útinna verk Sítt óhoyrt verk! Gevið tí uppat at spotta, so bond tykkara verða ikki rubbað enn fastari! Tí um vissan undirgang yvir alla jørðina havi eg hoyrt frá Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna. Lurtið eftir og hoyrið rødd mína, lýðið á og hoyrið orð míni! Táið plógmaðurin ætlar at sáa, pløgir hann tá samt og javnt, veltir og saksar jørð sína! Táið hann hevur slættað veltu sína, man hann ikki tá sáa dild og kumman, stroya hveiti í røð, bygg á tilætlað stað og spelt fram við bakkanum! Gud hansara hevur víst honum rætta mátan Hann lærdi hann tað. Tí ikki verður dild treskt við treskisleðu, ikki verða vagnhjól koyrd yvir kumman; nei, dild verður treskt við stavi, og kumman við putti. Verður breyðkorn mult sundur! Nei, einki verður tað treskt uttan íhald; og táið ein koyrir vagnhjól síni og hestar sínar yvir tað, mylur hann tað ikki sundur. Eisini hetta kemur frá HARRANUM Gudi herskaranna; Hann er undurfullur í ráðum, stórur í vísdómi. KAPITUL Jerúsalem skal frelsast, tóat trongdin verður stór, Men fólkið er djúpt sokkið í gudloysi, Umvending og frelsa fólksins, Vei tær, Ariel,* Ariel, tú býur, har Dávid reisti tjøld síni! Lat ár verða lagt aftrat ári, lat høgtíð fylgja eftir høgtíð! Tá skal Eg treingja Ariel, og har skal vera sorg og venan; men so skal tað av sonnum verða Mær Ariel. Eg skal taka støðu móti tær, Eg skal kringseta teg við vaktarmonnum og reisa hervirki móti tær. Tá skalt tú lágmæltur tala úr jørðini, og úr dustinum skalt tú mutla orð tíni; rødd tín skal ljóða sum dreygsrødd úr jørðini, og úr dustinum skal tala tín teska. Fíggindar tínir skulu verða sum tætta moldrok, flokkur yvirgangskroppanna sum dumba, ið fýkur. Knappliga, eftir eini løtu, skal tað henda: Frá HARRANUM Gudi herskaranna skal koma heimsøking við toru, jarðskjálvta og nógvum duna, við stormi, hvirlum og oyðandi eldi. Sum dreymur, sjón um náttina, so skal mongd alra tjóðanna vera, sum herja á Ariel, alra teirra, ið herja á tað og hervirki tess og treingja tað. Verða skal, sum táið hin svangi droymir, at hann etur, men vaknar og kennir seg tóman, og sum táið hin tysti droymir, at hann drekkur, men vaknar linur og máttleysur; so skal gangast øllum fólkunum, ið herja á Zionsfjall. Starið hvør uppá annan og verðið í ørviti! Starið tykkum blindar, ja, verðið blindir! Tit eru druknir, men ikki av víni; tit sløðra, men ikki av sterkum drykki. Tí HARRIN hevur helt út yvir tykkum tungan svøvnanda, bundið fyri eygu tykkara, profetarnir, og ballað inn høvd tykkara, síggjararnir! Tí er hvør sjón vorðin tykkum sum orðini í innsiglaðari bók; verður hon rætt einum, ið dugir at lesa, við hesum orðum: ?Les hetta!? svarar hann: ?Tað fái eg ikki, hon er jú innsiglað!? Og verður hon rætt einum, ið ikki dugir at lesa, við hesum orðum: ?Les hetta!? svarar hann: ?Eg dugi ikki at lesa!? HARRIN sigur: Við tað at hetta fólk heldur seg nær til Mín við munninum og heiðrar Meg við vørrunum, men heldur hjarta sítt langt burtur frá Mær, so at ótti teirra fyri Mær er menniskjaboð, sum tey hava lært, ja, so skal Eg framvegis gera undarliga við hetta fólk, undarliga og merkiliga; vísdómur vísmanna teirra skal koma upp í einki, og vit vitigu manna teirra skal gleppa. Vei teimum, sum í djúpinum ætla at dylja ráð síni fyri HARRANUM, sum fremja verk síni í myrkrinum, og sum siga: ?Hvør sær okkum, og hvør ansar eftir okkum!? Sum tit eru rangvørg! Er tá leirið at meta javnt við leirsmiðin! Skal verkið siga um Hann, ið virkaði tað: ?Hann hevur ikki skapt meg!? og tað, sum smíðað er, um Hann, ið smíðaði tað: ?Hann skilir einki!? Bert lítla stund enn, so skal Libanon verða fruktbør mark, og hin fruktbara mark verða at meta sum skógur. Tann dag skulu hini deyvu hoyra orð bókarinnar, og fríað frá niðu og myrkri skulu eygu hinna blindu síggja. Hini eyðmjúku skulu gleðast enn meiri í HARRANUM, hini fátæku millum menniskjuni skulu fegnast í hinum Heilaga Ísraels. Tí burtur er kúgarin, horvin spottarin, og týndir verða allir, ið eru árvaknir at gera órætt, teir, sum við orðum sínum voldu, at sakleys vórðu feld, sum settu fellur fyri tann, ið framdi rætt á tingi, og sum við lygn boygdu rætt hins rættvísa. Tí sigur HARRIN so við hús Jákups, HARRIN, sum loysti út Ábraham: Nú skal Jákup ikki verða til skammar, nú skal ásjón hansara ikki blikna; tí táið hann børn hansara síggja handaverk Mítt millum sín, skulu tey halga navn Mítt, halda hin Heilaga Jákups heilagan og óttast Gud Ísraels; tey, sum viltust í anda sínum, skulu læra vit, og tey, sum knarra, skulu taka við læru. KAPITUL Fólkið má geva uppat at leita eftir hjálp úr Egyptalandi; so skal Harrin frelsa tey. Vei hinum fráfalnu børnum, sigur HARRIN, teimum, sum fullføra ráð ið ikki eru frá Mær, og gera sáttmála, uttan at Andi Mín er við, so tey dunga synd oman á synd, tey, sum fara suður til Egyptalands uttan at hava ráðlagt við Meg, at leita sær eftir vernd hjá Farao og søkja sær lívd í skugga Egyptalands! Men vernd Faraos skal verða tykkum til skomm, og lívdin í skugga Egyptalands til skemd. Tí høvdingar teirra* eru komnir til Zoan, og sendiboð teirra koma líka til Hanes. Allir verða teir til skammar av tjóð, ið ikki er ment at hjálpa teimum, ikki er til gagn og bata, men eina til skomm og vanæru. Spádómur um dýrini, sum fara suðureftir. Um land við vanda og angist, sum honleyva og leyva hava tilhald í, haraftrat høggormur og flogdreki, føra teir á eslabaki góðs sítt og á kamelakúlum skattir sínar til tjóð, ið ikki er ment at hjálpa teimum! Aldri nakrantíð skal Egyptaland hjálpa! Tí kalli Eg tað: ?Stórskrólarin, ið einki avrikar!? Far nú og skriva tað á talvu, so tey síggja, og merk tað upp í bók, so tað á komandi tíðum og í allar ævir kann standa sum vitnisburður! Tí tað er ólýðið fólk, trúleys børn, børn, ið ikki vilja hoyra lóg HARRANS, sum siga við síggjararnar: ?Síggið ongar sjónir!? og við profetarnar: ?Tit skulu ikki profetera fyri okkum tað, ið rætt er! Talið okkum smikrandi orð, skoðið okkum tað, ið svikaligt er, víkið burt av leiðini, sneiðið av gøtuni, latið okkum vera í friði fyri hinum Heilaga Ísraels!? Tí sigur hin Heilagi Ísraels so: ?Við tað at tit vraka hetta orð og líta á yvirgang og sniðgøtur og styðja tykkum á slíkt skal hetta misbrot verða tykkum sum hóttandi, vaksandi riva á høgum múri, sum knappliga, í eygnabragdi, raplar niður; hann verður brotin sundur, eins og leirílat verður sorað og ikki spart, so ikki so frægt brot fæst av molunum, sum eldur berst við av eldstaðnum, ella vatn oysist við úr brunninum.? Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: ?Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera.? Men tit vildu ikki! Tit søgdu: ?Nei, á hestum skulu vit fúka!? Tí skulu tit flýggja! ?Og á kvikum gangarum skulu vit ríða!? Tí skulu teir, ið jagstra tykkum, vera kvikir! Túsund skulu flýggja fyri hóttan eins mans; bert fimm menn hótta, skulu tit flýggja, inntil tað, ið eftir er av tykkum, er sum flaggstong á fjalstindi og sum hermerki á heyggi. Tí drálar HARRIN at náða tykkum, og tí heldur Hann Seg langt burtur á hæddini við miskunn Síni móti tykkum; tí HARRIN er Gud dómsins sæl eru øll tey, sum bíða eftir Honum. Ja, tú fólk, sum býrt í Zion, í Jerúsalem, tú skalt ikki støðugt gráta; Hann skal vera tær náðigur, táið tú rópar; táið Hann hoyrir tað, svarar Hann tær. Harrin skal geva tykkum neyðarbreyð og trongdarvatn; og tá skulu lærarar tínir ikki fjala seg longur, nei, eygu tíni skulu síggja lærarar tínar. Og táið tú fert av leið til høgru ella til vinstru skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: ?Hetta er vegurin, gangið eftir honum!? Tá skalt tú meta óreinar silvurpláturnar á útskornu myndum tínum og gullpláturnar á stoyptu myndum tínum; tú skalt kasta tær burt sum skarn; ?út hiðani!? skalt tú siga við tær. Tá skal Hann geva sáðnum, ið tú sáar í jørðina, regn, og breyðið, ið jørð tín ber, skal geva sterka og góða føði. Tann dag skal fæ títt liggja og eta á víðum grasfløtum; neytini og eslini, ið arbeiða á markini, skulu eta saltað fóðurbland, sum reinsað er við skuplu og kvísl. Á hvørjum høgum fjalli og hvørji brattari hædd skulu springa upp keldur við rennandi vatni tann dagin hitt stóra blóðbað verður, táið tornini falla. Ljós mánans skal verða sum ljós sólarinnar, og ljós sólarinnar skal verða sjey ferðir so bjart, sum ljós sjey daga tann dag HARRIN bindur um skaða fólks Síns og grøðir sárini av sløgunum, tað fekk. Navn HARRANS kemur úr fjarløgu; brennandi er vreiði Hansara, og tjúkkur er roykurin, ið upp stígur; varrar Hansara skúma av vreiði, og tunga Hansara er sum oyðandi eldur. Vreiðiblástur Hansara er sum á í áarføri maður stendur undir háls; Hann skal sálda fólkini í sáldi oyðingarinnar og leggja í munn tjóðanna boksl, sum fær tey at villast. Songur tykkara skal ljóða, sum ta náttina høgtíðin byrjar, og hjartansgleði skal vera, sum táið við floytuspæli verður farið niðan á fjall HARRANS, til klett Ísraels. HARRIN skal lata ljóða veldigu rødd Sína og vísa arm Sín, sum slær niður í brennandi vreiði og oyðandi loga, í stormi, grovregni og heglingi. Assur skal ræðast rødd HARRANS, táið Hann slær hann við stavinum. Hvørt slag av stavinum, ið HARRIN eftir ráði Sínum letur falla á hann, skal verða sligið við trummu- og sitaraljóði, og ferð eftir ferð skal Hann lyfta armi Sínum og stríða móti honum. Tí eldstaður er langt síðani gjørdur til; eisini konginum er hann gjørdur til, og djúpur og víður er hann; bál hansara hevur eld og við í mongd; sum svávulstreymur fær andi HARRANS hann upp at loga. KAPITUL Framhald, Assýria skal ganga til grundar, Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN. Men eisini Hann er vísur; Hann letur vanlukkuna koma, og orð Síni tekur Hann ikki aftur; Hann reisir Seg móti húsi hinna óndu og móti hjálp teirra, ið gera órætt. Egyptar eru menniskju og ikki Gud; hestar teirra eru hold og ikki andi; HARRIN skal rætta út hond Sína, og hjálparin skal snáva, og tann, ið hjálp hevur fingið, skal falla, og teir skulu umkomast, bæði annar og annar. Tí so segði HARRIN við meg: Sum leyva brølar, ungleyva yvir ráni sínum, og ikki, um so heilur flokkur av hirðum verður róptur saman móti henni, ræðist rópini ella víkur fyri ganginum so skal HARRIN Gud herskaranna koma niður at herja á Zionsfjall og hædd tess. Sum fuglarnir breiða út veingirnar, so skal HARRIN Gud herskaranna verja Jerúsalem, verja og frelsa, leypa um* og bjarga. Vendið við til Hansara, sum tit so djúpt eru fallin frá, tit børn Ísraels! Tí tann dag skal ein og hvør tykkara vraka silvurgudar og gullgudar sínar, teir, ið hendur tykkara hava gjørt tykkum at synda við. Assur skal falla fyri svørði, ið ikki hoyrir manni til; svørð, ið ikki hoyrir menniskja til, skal gera enda á honum; hann skal flýggja fyri svørðinum, og ungu menn hansara skulu verða trælir. Klettur hansara skal flýggja í ræðslu, og høvdingar hansara skulu verða ræddir burt frá hermerki sínum sigur HARRIN, Hann, sum hevur eld Sín í Zion og ovn Sín í Jerúsalem. KAPITUL Messiastíðin og signingar hennara, Hinar forherðaðu kvinnur verða revsaðar, Við rættvísi skal kongurin ráða, og høvdingarnir skulu stýra við rætti; ein og hvør teirra skal vera sum læ fyri stormi og lívd fyri skúrum, sum løkir í oyðimørk, sum skuggin av stórum hamri í vatnleysum landi. Tá skulu eygu teirra, ið síggja, ikki vera blind, og oyru teirra, ið hoyra, skulu lurta; hjarta hinna gáloysnu skal duga at skilja, og tunga teirra, ið stama, skal tala skilliga, reint. Dárin skal ikki longur verða kallaður skilamaður, og hin svikafulli skal ikki verða kallaður harri. Tí dárin talar einki uttan dárskap, og hjarta hansara upphugsar ilt; hann ger tað, ið vanheilagt er, og talar tað, ið rangvørgt er, um HARRAN; hann letur hin hungrandi svølta og sýtir hinum tysta vatn. Og vápn hins svikafulla eru ónd; hann leggur skammilig ráð, til at leiða hini spakføru í vanlukku við følskum orðum, og tað, táið hin fátæki talar tað, ið rætt er. Men edilingurin hugsar sum edilingur, og hann stendur fastur í tí, sum aðalkyn er í. Upp, tit tryggu kvinnur, hoyrið, hvat eg sigi! Tit óhygnu døtur, lurtið eftir talu míni! Um ár og dag skulu tit skelva, tit tryggu! Tí tað er úti við vínheystinum, og fruktheyst kemur einki. Nøtrið, tit tryggu, skelvið, tit óhygnu! Latið tykkum úr og latið tykkum naknar, bindið tykkum sekk um lendarnar! Tey sláa seg fyri bróstið og vena seg um hinar føgru markir, um hini fruktbøru víntrø. Á jørð fólks Míns vaksa upp tornir og tistlar, ja, í hvørjum gleðihúsi í hinum stuttleikaóða býi! Tí hallirnar eru tómar, hin fólkaríki staður liggur í oyði, Ofel við torninum er eyrdungi til ævigar tíðir, villeslum gleði, kríatúrum beiti inntil Andin av hæddini verður útheltur yvir okkum; tá verður oyðimørkin fruktbør mark, og hin fruktbara markin verður mett javnt við skóg. Og rættur skal búgva í oyðimørkini, og rættvísi skal hava heim sítt á hini fruktbøru mark; ávøkstur rættvísinnar skal vera friður, og vinningur rættarins skal vera ró og trygd til ævigar tíðir. Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum. Men hegla skal, táið skógurin fellur, og djúpt skal býurin søkka niður! Sæl eru tit, sum sáa við øll vøtn, sum sleppa neyti og esli leysum! KAPITUL Neyð og frelsa Jerúsalems. Vei tær, oyðari tín, sum sjálvur ikki ert oyddur, ránsmaður tín, sum eingin hevur rænt frá! Táið tú ert liðugur at oyða, skalt tú verða oyddur; táið tú ert givin uppat at ræna, skal verða rænt frá tær! HARRI, ver okkum náðigur! Eftir Tær bíða vit ver armur okkara hvønn morgun, ja, frelsa okkara á neyðarstund! Fyri torurøddini flýggja fólkini; táið Tú reisir Teg, spjaðast fólkasløgini. Fongur tykkara verður tikin upp, eins og grashoppan hentar; teir kasta seg yvir hann sum grashoppuflokkar. Høgur er HARRIN, tí Hann býr á hæddini; Hann fyllir Zion við rætti og rættvísi. Og tryggar tíðir skulu koma hjá tær, ríkdómur av frelsu, av vísdómi og kunnskapi; ótti HARRANS skal vera skattur tín. Hoyr, kappar teirra rópa harúti, friðarboðini gráta sárt! Vegirnir eru oydnir, einki ferðafólk er longur hann* hevur brotið sáttmálan, vanvirt býirnar, menniskju roknar hann fyri einki. Landið følnar og svinnur burt, Libanon stendur við skomm og følnar burt, Saron er sum oyðimørk, Basan og Karmel rista leyvið av sær. Nú rísi Eg upp, sigur HARRIN, nú reisist Eg; Eg verði ikki sitandi longur nú. Tit ganga við hoyggi og føða hálm; andablástur tykkara er eldur, ið etur tykkum sjálv upp; fólkasløg skulu verða brend til kálk; tey skulu verða sum avhøgdir tornakvistar, ið verða uppbrendir. Hoyrið, tit, sum langt burtur eru, hvat Eg havi gjørt, og kennið styrki Mína, tit, sum nær eru! Syndarar nøtra á Zion, skjálvti er komin á hini gudleysu: ?Hvør kann búgva hjá oyðandi eldi! Hvør kann búgva hjá ævigum bálum!? Tann, sum livir í rættvísi og talar av sonnum hjarta; tann, ið vanvirðir tað, sum vinst við órætti og yvirgangi; tann, ið ristir hendurnar, so hann nemur ikki gávu, sum stingur aftur í oyruni, so hann lurtar ikki eftir blóðráðum, og sum letur aftur eyguni, so hann hyggur ikki á tað, ið ónt er. Hann skal búgva høgt; fjallaborgir skulu vera vernd hansara; breyð sítt skal hann fáa, vatnið skal ikki verða uppi hjá honum. Eygu tíni skulu fáa Kongin at síggja í dýrd Hansara, tey skulu skoða vítt land. Hjarta títt skal minnast aftur á ræðsluna: ?Hvar er nú hann, sum skrivaði upp! Hvar er hann, sum vigaði peningin! Hvar er hann, sum taldi tornini!? Hitt villa fólkið skalt tú ikki síggja meir, fólkið við hinum torføra máli, ið fatast ikki, við hini stamandi tungu, ið skilst ikki. Hygg Zion, býurin, har hátíðarstevnur okkara verða hildnar! Eygu tíni skulu síggja Jerúsalem sum tryggan bústað, sum tjald, ið ikki verður flutt; hælirnir verða aldri upptiknir, og togini verða aldri sundurslitin. Men har skulu vit hava HARRAN, hin veldiga, í staðin fyri breiðar áir og streymar; eingin róðrarskúta skal fara har, einki veldigt langskip skal sigla har. Tí HARRIN er dómari okkara, HARRIN er lóggevari okkara, HARRIN er kongur okkara Hann skal frelsa okkum. Lin hanga spenni tíni, tey styðja ikki mastrina, tey halda ikki seglunum uppi tá verður mongd av rændum fongi skift, ja, um tað so eru lamin, røva og ræna tey. Og eingin, sum býr har, skal siga: ?Eg eri sjúkur.? Fólkið, ið har býr, hevur fingið synd sína fyrigivna. KAPITUL Dómurin yvir fólkasløgini, serliga Edom. Komið higar, tit tjóðir, og hoyrið, tit fólkasløg, gevið gætur! Jørðin hoyri, og tað, sum hana fyllir, jarðarríki og alt tað, sum har veksur! Tí HARRIN er illur við allar heidningar, og vreiði Hansara er yvir øllum heri teirra; Hann slær teir við banni og gevur teir til at verða slaktaðar. Hini dripnu teirra liggja kastað burt, og dampurin stendur upp av líkunum; fjøllini flóta av blóði teirra. Allur herur himmalsins skal farast; sum bókrulla verður himmalin rullaður saman, og allur herur hansara skal følna og falla niður, sum blaðið fellur av víntrænum, og hitt følnaða leyv av fikutrænum. Tí svørð Mítt er vorðið drukkið í Himli, ja, og tað skal sláa niður á Edom til dóm, á fólkið, ið Eg havi sligið við banni. Svørð HARRANS er fult av blóði fitin dryppar av tí av seyðablóði og bukkablóði, av nýrumørunum úr veðrum; tí HARRIN heldur sláturoffur í Bozra, Hann heldur stórt slakt í Edom. Villtarvar skulu falla saman við teimum, ungneyt saman við tarvum; land teirra skal verða drukkið av blóði, og jørð teirra taðað av fiti. Tí hevndardag hevur HARRIN til reiðar, endurgjaldsár til at fáa Zion rætt. Løkir Edoms skulu verða til bik, og jørðin har til svávul, ja, landið har skal verða til brennandi bik. Hvørki nátt ella dag skal tað sløkna, til ævigar tíðir skal roykurin frá tí stíga upp; mann eftir mann skal tað liggja í oyði, aldri í allar ævir skal nakar ferðast har. Pelikanur og pinnsvín skulu eiga tað, ugla og ravnur skulu búgva har; HARRIN skal strekkja yvir tað málisnøri oyðingarinnar og nýta lodd tómleikans. Har eru eingir stórmenn, ið kunnu útrópa nakran til kong, og øllum høvdingum har er úti við. Hallirnar har skulu ganga undir í tornum, borgirnar í tistlum og notum, og tað skal vera sjakalum bústaður og strutsum tilhald. Villir hundar og onnur dýr oyðimarkarinnar skulu har koma saman, og skógartrøll skulu rópa hvørt á annað, ja, har skal náttargrýlan fáa frið og leggja seg til hvíldar. Har ger pílormurin sær reiður, verpur og klekir út ungarnar og savnar teir í skugga sínum, ja, har flokkast griparnir, ein hjá øðrum. Hyggið í bók HARRANS og lesið! Ikki so mikið sum eitt teirra fattast, eitt saknar ikki annað; tí muður Hansara gav boð um tað, og Andi Hansara hevur savnað tað saman; Hann hevur kastað lut fyri tey, og hond Hansara hevur skift teimum út land við snørinum; til ævigar tíðir skulu tey eiga tað, mann eftir mann skulu tey búgva har. KAPITUL Messiastíðin og dýrd hennara. Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja. Hon skal blóma og fegnast, ja, fegnast og syngja av frøi; dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sarons; tey skulu síggja dýrd HARRANS, prýði Guds okkara. Styrkið hinar máttleysu hendur, gerið hini riðandi knø sterk! Sigið við hini bangafullu hjørtu: Verið hugreyst, óttist ikki! Hyggið, har er Gud tykkara! Hann kemur við hevnd, endurgjald kemur frá Gudi, Hann kemur sjálvur og frelsir tykkum. Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast. Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði; hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur; á tí staði har sjakalar hvíldu, veksur rør og sev. Og har skal vera lagdur vegur, hann skal eita Heilagi Vegur; eingin óreinur skal ganga eftir honum, nei, hann skal hoyra fólki Hansara til; eingin ferðamaður um tað so er dári skal villast. Har skulu ongar leyvur vera, og einki rovdýr skal koma inn á hann, tey skulu ikki vera at finna har; nei, frelst fólk skal ganga á honum. Ja, hini endurloystu HARRANS skulu koma aftur; tey skulu koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði fáa tey, sorg og suff skulu flýggja. KAPITUL Sankerib herjar á Judaríki. Rabsake heldur røðu móti Ezekiasi. Fjúrtanda árið ið Ezekias kongur sat við stýrið, fór Sankerib kongur í Assýria móti øllum hinum víggirdu býunum í Juda og tók teir. Kongurin í Assýria sendi so Rabsake við stórum heri úr Lakis til Jerúsalem móti Ezekiasi kongi; hann gjørdi steðg við vatnveitingina úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll. Tá fór Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, út til hansara saman við Sebna ríkisskrivara og Jóa søguskrivara, syni Asaf. Rabsake segði við teir: ?Sigið við Ezekias: ?So sigur stóri kongur, kongurin í Assýria: Hvat er hetta fyri trygd, ið á teg er komin? Tú manst halda, at púrt og bert orð er tað sama sum ráð og styrki í hernaði! Og hvønn er tað so, tú lítur á, síðani tú hevur sett teg upp móti mær? Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, sum rennir seg inn í hond hansara, ið styðjar seg á hann! Slíkur er Farao, kongurin í Egyptalandi, øllum, ið líta á hann. Ella tú sigur kanska við meg: ?Tað er HARRAN Gud okkara, vit líta á!? Men er tað ikki offurheyggjar og altar Hansara, Ezekias hevur tikið burt, táið hann segði við Juda og Jerúsalem: ?Framman fyri hetta altar skulu tit tilbiðja??? Men kom nú og vedda við harra mín, kongin í Assýria: Eg skal lata teg fáa hestar, um tú kanst koma við monnum at ríða á teimum! Hvussu hugsar tú tá at kunna reka aftur so mikið sum ein høvuðsmann, ein hin minsta tænara harra míns? Tí lítur tú á Egyptaland og vónar at fáa vagnar og hestmenn haðani. Heldur tú nú, at eg eri farin móti hesum landi at leggja tað í oyði, uttan at HARRIN hevur viljað tað? Nei, tað var HARRIN sjálvur, sum segði við meg: ?Far móti hesum landi og legg tað í oyði!?? Tá søgdu Eljakim, Sebna og Jóa við Rabsake: ?Tosa kortini áramaiskt við tænarar tínar, tí vit skilja tað málið, og tosa ikki judeiskt við okkum, meðan menninir á múrinum hoyra!? Men Rabsake svaraði: ?Er tað við harra tín og teg, harri mín hevur sent meg at tala hesi orð! Er tað ikki við menninar, ið sita á múrinum, og sum saman við tykkum koma at noyðast at eta sítt egna skarn og drekka sítt egna land!? Og Rabsake steig fram og rópti hart á judeiskum máli: ?Hoyrið tað, ið stóri kongur, kongurin í Assýria, talar! So sigur kongur: ?Latið ikki Ezekias villleiða tykkum, tí hann er ikki mentur at frelsa tykkum! Og latið ikki Ezekias fáa tykkum at seta lít tykkara til HARRAN, táið hann sigur: ?HARRIN skal vissuliga frelsa okkum, og hesin býur skal ikki verða givin assýriakongi í hendur!?? Lurtið ikki eftir Ezekiasi! Tí so sigur kongurin í Assýria: ?Gerið frið við meg, og gevið tykkum upp til Mín! So skal ein og hvør tykkara sleppa at eta av víntræi sínum og fikutræi sínum og drekka vatnið úr brunni sínum inntil eg komi og taki tykkum við til land, ið líkist landi tykkara, land við korni og vínberjaløgi, land við breyði og víngørðum. Latið ikki Ezekias villleiða tykkum við at siga: ?HARRIN skal frelsa okkum!? Man nakar gudur tjóðanna hava verið mentur at frelsa land sítt undan hond assýriakongs! Hvar eru gudar Hamats og Arpads! Hvar eru gudar Sefarvajims! Mundu gudar Samaria frelsa tað undan hond míni! Hvør av øllum gudunum í hesum londum hevur frelst land sítt undan hond míni! Skuldi tá HARRIN kunnað frelst Jerúsalem undan hond míni!?? Men teir tagdu og øntu honum ikki aftur; tí kongurin hevði givið hetta boð: ?Tit mugu ikki svara honum!? So fóru Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, Sebna ríkisskrivari og Jóa søguskrivari, sonur Asaf, við sundurskræddum klæðum til Ezekias og bóru honum boð um tað, ið Rabsake hevði sagt. KAPITUL Esaias ber Ezekiasi troyst frá Harranum, Sankerib sendir Ezekiasi bræv, sum Ezekias fer til Harran við, Herur Sankeribs verður forkomin, og hann sjálvur doyr, Táið Ezekias kongur hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, sveipaði syrgibúna um seg og fór inn í hús HARRANS. Og hann sendi Eljakim hallarstjóra og Sebna ríkisskrivara og hinar elstu av prestunum, sveipaðar í syrgibúna, til Esaias profet, son Amoz. Teir søgdu við hann: ?Ezekias letur siga: ?Hetta er neyðar-, revsingar- og vanærudagur; tí barnið er komið í burðarliðin, men eingin máttur er at bera tað í heim. Kanska HARRIN Gud tín vil hoyra tað, ið Rabsake hevur sagt, hann, sum harri hansara, kongurin í Assýria, hevur sent at háða hin livandi Gud, og kanska Hann fer at straffa hann fyri orðini, ið HARRIN Gud tín hevur hoyrt send tí upp bøn fyri leivdini, ið enn er eftir!?? Táið menn Ezekiasar kongs komu til Esaias, segði hann við teir: ?So skulu tit svara harra tykkara: So sigur HARRIN: Óttast ikki orðini, ið tú hevur hoyrt, sum tænarar assýriakongs hava háðað Meg við! Eg skal geva anda í hann, og hann skal fáa tíðindi at hoyra, so hann vendir aftur til land sítt, og í hansara egna landi skal Eg lata hann falla fyri svørði!? Rabsake vendi so aftur og hitti kongin í Assýria, sum tá var farin at kringseta Libna; tí hann hevði frætt, at kongurin var farin avstað úr Lakis. So fekk hann tíðindi um, at Tirhaka kongur í Etiopia var hildin avstað at herja á hann. Táið hann frætti tað, sendi hann Ezekiasi boð og segði: ?So skulu tit siga við Ezekias kong í Juda: ?Lat ikki Gud tín, sum tú setur álit títt á, fáa villleitt teg, so tú hugsar sum so: ?Jerúsalem skal ikki falla í hendur assýriakongs!? Tú hevur jú kortini hoyrt, hvat kongarnir í Assýria hava gjørt við øll lond, hvussu teir hava lagt tey í oyði og tú skuldi sloppið undan! Hava gudar tjóðanna frelst tey, sum fedrar mínir løgdu í oyði: Gozan, Karan, Rezef og Edensmenn í Telazzar! Hvar er nú kongurin í Hamat, kongurin í Arpad ella kongurin í býnum Sefarvajim, í Hena og Ivva!?? Táið Ezekias hevði tikið við brævinum frá sendimonnunum og lisið tað, fór hann niðan í hús HARRANS, og har breiddi Ezekias tað út fyri ásjón HARRANS. Síðani bað Ezekias hesa bøn fyri ásjón HARRANS: ?HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum! Eingin uttan Tú er Gud yvir øllum ríkjum á jørðini, Tú hevur gjørt himmal og jørð! Boygg nú oyra Títt, HARRI, og hoyr! Lat nú upp eygu Tíni, HARRI, og hygg! Hoyr øll orðini, ið Sankerib hevur sent at háða hin livandi Gud við! Tað er satt, HARRI, at kongarnir í Assýria hava lagt í oyði allar tjóðir og lond teirra og kastað gudar teirra í eldin men teir eru ikki Gudar, teir eru handaverk manna, viður og steinur, tí fingu teir forkomið teimum! Men frels okkum nú, HARRI Gud okkara, undan hond hansara, so øll ríki á jørðini kunnu sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og eingin uttan Tú!? Nú sendi Esaias, sonur Amoz, Ezekiasi boð og læt siga: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels, sum tú hevur biðið til viðvíkjandi Sankerib kongi í Assýria: Hetta er orðið, ið HARRIN hevur talað móti honum: Hon háðar, hon spottar teg, moyggin, dóttir Zion, dóttir Jerúsalem ristir við høvdinum eftir tær! Hvønn hevur tú háðað og spottað! Hvørjum hevur tú lyft rødd tína móti! Móti hinum Heilaga Ísraels hevur tú í hugmóði lyft eygunum! Við tænarum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: ?Við mongu vagnum mínum fór eg niðan á fjallatindarnar, niðan á hini hægstu støð Libanons; eg høggi niður hini hægstu sedristrøini har, hini veldigu sypristrøini, og eg treingi meg upp á hægsta tindin har, inn í skógin, har hann er tættastur. Eg gróv brunnar og drakk vatn úr teimum, við iljum mínum turki eg upp allar áir Egyptalands!? Hevur tú* ikki hoyrt tað? Tað er langt síðani, hetta kom upp í huga Mínum, frá ævigum tíðum havi Eg gjørt tað so av. Og nú havi Eg latið tað koma, so tú hevur fingið vald at leggja í oyði víggirdar staðir og gera teir til oydnar grótrúgvur. Og tey, sum búðu har, gjørdust máttleys, tey ræddust og stóðu til skammar; tey vórðu sum grasið á markini og sum hinar grønu urtir, sum grasið á tekjunum og sum korn, ið er svidnað, áðrenn tað er staðið. Eg síggi, táið tú setur og reisir teg, Eg veit, táið tú fert og kemur, og hvussu tú leikar óður móti Mær. Men aftur fyri at tú leikar óður móti Mær, og Eg hoyri, hvussu hugmóðigur og tryggur tú ert, skal Eg seta ring Mín í nøs tína og boksl Mítt í munn tín og leiða teg aftur, sama veg sum tú komst! Og hetta skalt tú* hava til tekin: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta, planta víngarðar og eta ávøkst teirra. Og hin bjargaða leivd av húsi Juda skal av nýggjum festa røtur niðureftir og bera ávøkst í erva. Tí úr Jerúsalem skal ganga út leivd, og undansloppin av Zionsfjalli álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta. Tí sigur HARRIN so um kongin í Assýria: Hann skal ikki koma inn í henda stað og ikki skjóta píl inn í hann; hann skal ikki herja á hann við skjøldum og ongan virkisvegg laða móti honum! Sama veg sum hann kom, skal hann fara avstað aftur, og inn í henda stað skal hann ikki koma sigur HARRIN! Eg skal verja henda stað og frelsa hann fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld.? So fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík. Tá fór hann avstað, Sankerib kongur í Assýria; hann fór heimaftur og helt seg síðani í friði í Nineve. Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann. KAPITUL Ezekias verður sjúkur og grøddur, Bøn hansara, táið hann var vorðin frískur, Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá kom Esaias, sonur Amoz, profeturin, til hansara og segði við hann: ?So sigur HARRIN: Skipa fyri húsi tínum, tí tú skalt doyggja og ikki liva!? Tá vendi Ezekias sær móti bróstinum og bað soleiðis til HARRAN: ?Á HARRI! Minst tó, hvussu eg havi livað fyri ásjón Tíni í trúfesti og við heilum hjarta og gjørt tað, sum gott er í eygum Tínum!? Og Ezekias græt hart. Tá kom orð HARRANS til Esaias; Hann segði: ?Far og sig við Ezekias: So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína, Eg havi sæð tár tíni. Eg skal leggja fimtan ár aftrat lívi tínum. Og Eg skal bjarga tær og hesum staði úr hondum assýriakongs, ja, Eg skal verja henda stað! Og hetta skalt tú hava til tekin frá HARRANUM, at HARRIN skal halda tað, ið Hann nú hevur lovað: Eg skal lata skuggan ganga tær strikurnar aftur, sum hann hevur førkað seg við sólini á sóluri Akazar, tíggju strikur!? Og sólin gekk aftur tær tíggju strikurnar, ið hon hevði førkað seg á sólurinum. Songur, sum Ezekias kongur í Juda skrivaði, táið hann hevði verið sjúkur og var vorðin frískur aftur av sjúkuni: ?Eg segði: ?Á besta aldri mínum má eg fara inn um portur deyðaríkisins, eg má bøta við tí, ið eftir er av árum mínum!? Eg segði: ?Eg fái ikki meiri HARRAN at síggja, HARRAN í landi teirra, sum liva; hjá teimum, sum búgva í skuggaríkinum, fái eg ikki meiri menniskju at síggja! Bústaður mín verður ryktur upp og borin burtur frá mær sum tjald hirðans; eins og vevari havi eg rullað lív mítt saman; frá avsetrunum sker Hann* meg; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg.? Eg fekk sál mína at vera stilla til morguns; sum leyva sorar Hann øll bein míni; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg. Eg eymkaði meg sum svala, sum trani, kurraði sum dúva; við tárum hugdi eg móti Himli: ?HARRI, eg eri neyðstaddur gakk í ábyrgd fyri meg!? Hvat skal eg siga? Hann hevur sagt mær tað, og sjálvur hevur Hann gjørt tað eyðmjúkur skal eg liva øll ár míni eftir beisku sálarsorg mína! Harri! Av teimum* livir menniskjan, og tey halda uppi øllum lívi anda míns so ger meg tá frískan og lat meg liva! Ja, til frið varð mær hitt beiska, ja, hitt beiska, og í kærleika bjargaði Tú sál míni frá undirgangsgrøvini, tí allar syndir mínar kastaði Tú aftur um bak! Tí deyðaríkið takkar Tær ikki, deyðin lovar Tær ikki; ikki vóna tey á miskunn Tína, tey, sum søkka í grøvina. Tey, sum liva, tey, sum liva, tey prísa Tær sum eg í dag faðir lærir børn síni um trúfesti Tína! HARRIN skal frelsa meg, og songir mínar skulu vit spæla allar lívsdagar okkara í húsi HARRANS.? Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur. Men Ezekias segði: ?Hvat skal eg hava til merki um, at eg skal fara niðan í hús HARRANS?? KAPITUL Sendimenn úr Bábel koma til Ezekias. Um hesa tíðina sendi Merodak-Baladan, sonur Baladan, kongurin í Bábel, brøv og gávu til Ezekias, við tað at hann frætti, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin frískur aftur. Ezekias var glaður um, at teir komu, og vísti teimum skattkamar sítt, silvurið, gullið, kryddurtirnar, hina dýru olju, alt vápnahús sítt og alt, sum í skattkømurum hansara var; einki var, sum Ezekias ikki læt teir fáa at síggja í húsi sínum og í øllum ríki sínum. Tá kom Esaias profetur til Ezekias kong og segði við hann: ?Hvat søgdu hasir menn, og hvaðani komu teir til tín?? Ezekias svaraði: ?Teir eru komnir úr landi langt burtur, úr Bábel.? Tá spurdi hann: ?Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?? Ezekias svaraði: ?Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð; einki var í skattkømurum mínum, sum eg ikki vísti teimum.? Nú segði Esaias við Ezekias: ?Hoyr orð HARRANS Guds herskaranna! Dagar skulu koma, táið alt, sum í húsi tínum er, og allir skattirnir, ið fedrar tínir hava savnað líka til henda dag, skal verða flutt til Bábel; einki skal verða eftir sigur HARRIN. Og av sonum tínum, sum koma av tær, og sum tú fært, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel.? Men Ezekias segði við Esaias: ?Gott er orð HARRANS, ið tú hevur talað!? Og síðani segði hann: ?So verður tó mín tíð at ganga í friði og náðum!? KAPITUL Lyfti um komandi signing, Harrin er hin eini sterki hjálparin, Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara. Talið milt við Jerúsalem og rópið til tað, at stríð tess er at enda, at skuld tess er goldin, at tað av hond HARRANS hevur fingið tvífalt fyri allar syndir sínar! Hoyr! Ein er, sum rópar: ?Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er! Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi! Dýrd HARRANS skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja tí muður HARRANS hevur talað.? Hoyr! Rødd er, sum sigur: ?Rópa!? Og ein svarar: ?Hvat skal eg rópa?? ?Alt hold er gras, og øll dýrd tess er sum blóman á markini; grasið verður turt, blóman følnar, táið andi HARRANS blæsur á tey ja, sanniliga, fólkið er gras! Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!? Far niðan á høgt fjall, tú gleðiboð Zions! Lyft upp rødd tína við kraft, tú gleðiboð Jerúsalems! Lat hana hoyrast, óttast ikki! Sig við býirnar í Juda: ?Hyggið Gud tykkara!? Ja, Harrin HARRIN kemur við veldi, og armur Hansara vísir mátt sín! Og løn Sína hevur Hann við Sær, sigursfongur Hansara gongur undan Honum! Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey; lambærnar leiðir Hann. Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált dust jarðarinnar í skeppumáli og vigað fjøll á bismara og heyggjar á vektskálum? Hvør hevur rættleitt Anda HARRANS, og hvør gevur Honum ráð og lærdóm! Hvønn hevur Hann ráðført Seg við, so hann gav Honum vit og lærdi Hann hin rætta veg, gav Honum kunnskap og lærdi Hann at kenna veg vísdómsins! Nei, sum dropi úr byttu eru fólkasløgini, sum dism á vektskálini eru tey at rokna; ja, oyggjarnar letur Hann fúka upp sum hitt fína dust! Libanon er ikki nóg mikið til offurvið, og dýrini har røkka ikki til til brennioffur. Fólkini eru øll somul sum einki fyri Honum; fyri púrt einki og beran tómleika metir Hann tey. Hvønn ætla tit tá at líkna Gud við? Hvat ætla tit at seta javnsíðis við Hann? Gudamynd? Hana stoypir meistarin, og gullsmiður klæðir hana við gulli og stoypir silvurketur á hana! Tann, ið ikki hevur ráð til slíka gávu, velur sær við, sum ikki rotnar, og leitar sær kønan meistara, sum kann reisa mynd, ið ikki dettur umkoll. Fata tit einki? Hoyra tit einki? Er hetta ikki líka frá upphavi kunngjørt tykkum! Hava tit ikki skilt tað, frá tí grundvøllur jarðarinnar varð lagdur? Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í. Tað er Hann, ið letur høvdingar verða til einkis og ger dómarar jarðarinnar til beran tómleika. Teir eru ikki meir enn plantaðir, teir eru ikki meir enn sáaðir, nóg illa hevur stelkur teirra rótfest seg í jørðini tá blæsur Hann á teir, og teir følna, og sum hálm sópar stormur teir burtur. Hvønn ætla tit tá at líkna Meg við, so Eg skuldi verið sum hann? sigur hin Heilagi. Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast! Hví manst tú tá siga, Jákup, og tala so, Ísrael: ?Leið mín er HARRANUM duld, og rættur mín er gloppin Gudi mínum úr hondum?? Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt. Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki. Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta. Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna og møðast ikki, tey ganga og lúgvast ikki! KAPITUL Profetorð um Kýrus, Lyfti til Ísrael, Tigið og lurtið eftir Mær, tit oyggjar! Og fólkini lati seg í nýggja kraft, tey komi higar og taki til orða latið okkum saman stíga fram fyri rættin! Hvør hevur vakt upp henda* í eystri, henda, sum sigurin fylgir, hvar hann so setur fót sín! Hvør leggur fólkasløg undir vald hansara og letur hann ráða yvir kongum! Hvør ger svørð teirra til dust, bogar teirra til hálm, sum vindurin blæsur burt! Hann* eltir teir, heldur fram í trygd tann veg, sum føtur hansara aldri áður hava stigið á. Hvør hevur útint og gjørt hetta! Hann, sum í upphavi kallaði ættirnar fram, Eg, HARRIN, sum eri hin fyrsti, og sum eisini hjá hinum síðstu eri hin sami! Oyggjar síggja tað og ræðast; jørðin, so víð sum hon er, skelvur. Teir nærkast hvør øðrum og koma saman. Hvør hjálpir øðrum og sigur við bróður sín: ?Ver hugreystur!? Træsmiðurin setur mót í gullsmiðin, koparsmiðurin í jarnsmiðin; hann sigur um loddingina: ?Hon er góð!? og festir síðani myndina við nøglum, so hon dettur ikki umkoll. Og tú Ísrael, tænari Mín, Jákup, sum Eg útvaldi, tú, ið ert ættaður frá Ábrahami, vini Mínum, tú, ið Eg tók frá endum jarðarinnar og rópti frá ytstu hornum hennara, tú, ið Eg segði við: ?Tú ert tænari Mín, Eg havi útvalt teg og ikki vrakað teg!? Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar! Teir skulu verða til spott og skomm, allir, ið eru hatskir á teg; teir skulu verða til einkis og ganga til grundar, menninir, sum eru ímóti tær. Tú skalt leita eftir teimum og ikki finna teir, menninar, ið kjakast við teg; teir skulu verða til einkis, menninir, ið herja á teg; endi skal verða á teimum. Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: ?Óttast ikki! Eg hjálpi tær!? Óttast ikki, Jákup, maðkur tín, tú lítli flokkur Ísraels. Eg hjálpi tær! sigur HARRIN, og frelsari tín er hin Heilagi Ísraels. Eg geri teg til treskisleðu, nýggja við nógvum tonnum; tú skalt treskja fjøll og mylja tey smátt, og heyggjar skalt tú gera sum sáðir; tú skalt skumpa tey við skuplu, og vindurin skal hava tey avstað fyri sær, stormurin spjaða tey sundur. Men tú skalt fegnast í HARRANUM, rósa tær av hinum Heilaga Ísraels. Hini ørmu og fátæku leita eftir vatni, men einki er; tunga teirra brennur av tosta. Eg, HARRIN, skal bønhoyra tey, Eg, Gud Ísraels, skal ikki lata tey óhjálpin. Eg skal lata áir vella upp á naknum heyggjum og keldur mitt í dølum; Eg skal gera oyðimørkina til tjørn og turt land til vatnríkar keldur. Eg skal lata vaksa upp í oyðimørkini sedristrø, akasiur, myrtustrø og oljutrø; Eg skal lata grógva á heiðini sypristrø, alm og bukstræ so tey øll somul kunnu síggja og sanna, leggja sær á hjarta og skilja, at hond HARRANS hevur gjørt hetta, at hin Heilagi Ísraels hevur skapt tað! Berið nú fram málevni tykkara! sigur HARRIN; komið fram við prógvum tykkara! sigur kongur Jákups. Lat teir* nú stíga fram og kunngera okkum tað, ið fer at henda! Sigið, hvat tað er, ið tit áður hava spátt, so vit kunnu akta eftir tí og síggja, hvussu tað royndist! Ella latið okkum hoyra tað, ið fer at koma! Kunngerið, hvat ið fer at henda hereftir, so vit kunnu síggja, at tit eru Gudar! Ja, gerið okkurt gott ella okkurt ilt, so vit kunnu standa bilsnir og síggja tað alt samalt! Nei, tit eru einki, og verk tykkara er púrt einki! Andstygd er tann, ið velur tykkum! Eg vakti hann* úr norðri, og hann kom, ja, frá upprisi sólar tann, ið skal ákalla navn Mítt; hann skal traðka niður høvdingar sum leir, eins og leirkerasmiðurin traðkar leir sítt. Hvør hevur kunngjørt hetta frá fyrstum av, so vit fingu tað at vita, frammanundan, so vit kundu siga: ?Hann hevði rætt!? Nei, eingin hevur kunngjørt nakað, eingin hevur sagt frá nøkrum, og eingin hevur hoyrt tykkum siga nakað! Eg eri hin fyrsti, sum sigur við Zion: ?Hygg, hygg, har eru tey!? og sum sendir Jerúsalem gleðiboð. Eg hyggi rundan um Meg men har er eingin! Eingin teirra veit ráð, so Eg kundi spurt teir, og teir kundu givið Mær svar. Hygg teir allir! Verk teirra eru einki púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki! KAPITUL Messias, Frelsa Ísraels kemur frá Harranum og ikki frá avgudum, Hygg tænari Mín, sum Eg styðji, útvaldi Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg leggi Anda Mín á Hann, Hann skal bera rætt út til fólkini. Hann skal ikki rópa og vera harðmæltur, og Hann skal ikki lata mál Sítt hoyrast á gøtuni. Hitt brotna rør skal Hann ikki sora, og hitt rúkandi skar skal Hann ikki sløkkja; í trúfesti skal Hann boða rættin. Hann skal ikki møðast og ikki leggjast fyri, fyrrenn Hann hevur fingið grundað rættin á jørðini; eftir lóg Hansara bíða oyggjar. So sigur Gud HARRIN, sum skapti himmalin og tandi hann út, sum breiddi út jørðina við tí, ið á henni veksur, sum gevur fólkunum á henni andadrátt, og teimum anda, sum ganga har: Eg, HARRIN, havi kallað Teg í rættferð og tikið fast í hond Tína; Eg skal vera vernd Tín og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, til ljós fyri heidningar, so Tú skalt lata upp hini blindu eygu og leiða hini bundnu út úr fangahúsinum, leiða tey, sum í myrkri sita, út úr varðhaldinum. Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt! Tað, sum Eg áður havi kunngjørt, er komið, og nú kunngeri Eg nakað nýtt; áðrenn tað vísir seg, lati Eg tykkum hoyra um tað. Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara frá enda jarðarinnar, tit, sum út á havið fara, og alt tað, sum í havinum er, tit oyggjar og tit, ið har búgva! Oyðimørkin og býir hennara skulu lyfta upp røddina, tjaldbýirnir, har Kedar býr; tey, sum á fjøllunum búgva, skulu fegnast; av fjallatindunum skulu tey rópa hart. Tey skulu geva HARRANUM dýrd og kunngera prís Hansara á oyggjunum. HARRIN heldur avstað sum hetja; Hann skal eggja upp vreiði Sína sum bardagamaður; Hann skal rópa hart, ja brøla; móti fíggindum Sínum skal Hann vísa mátt Sín. Eg havi tagt langa tíð, Eg talaði ikki, Eg helt Mær. Men nú skal Eg rópa sum kvinnan, ið føðir, Eg skal tiva og kikka eftir ondini. Eg skal leggja fjøll og heyggjar í oyði og lata allar urtir har torna upp; Eg skal gera áir til land og turka upp tjarnir. Eg skal leiða blind á veg, ið tey kenna ikki; á gøtum, ið tey kenna ikki, skal Eg lata tey ganga; Eg skal fyri ásjón teirra gera myrkur til ljós og hitt óslætta land til slætta hetta er tað, ið Eg skal gera, vissuliga skal Eg ikki lata tað vera ógjørt. Víkja skulu tey og stórliga verða til skammar, tey, sum líta á útskornar myndir og siga við stoyptar myndir: ?Tit eru gudar okkara!? Tit deyvu, hoyrið! Og tit blindu, latið upp eyguni og hyggið! Hvør er blindur, um ikki tænari Mín, og deyvur sum sendiboð Mítt! Hvør er blindur sum trúnaðarmaður Mín, blindur sum tænari HARRANS! Tú hevur sæð mangt, men tú gevur tí ikki gætur! Hann hevur upplatin oyru, men hann hoyrir ikki! Fyri rættvísi Sínar skuld er tað vilji HARRANS at lyfta lógini til stórleika og heiður. Men hetta er rænt og herjað fólk; tey liggja øll somul bundin í holum og fjald í fangahúsum; tey vórðu til rán, og eingin frelsti tey, til herfong, og eingin segði: ?Slepp teimum!? Hvør tykkara vil lurta eftir hesum, geva tí ans og hoyra tað hereftir? Hvør hevur givið Jákup til rán, og hvør gav ránsmonnum Ísrael! Er tað ikki HARRIN, Hann, sum vit syndaðu móti, hvørs vegir tey vildu ikki ganga, og hvørs lóg tey vildu ikki lurta eftir! So læt Hann stoytast út yvir tey brennandi vreiði Sína og veldi bardagans, sum logaði rundan um tey men tey skiltu tað ikki! sum brendi tey men tey løgdu sær tað ikki á hjarta! KAPITUL Ísrael verður frelst, tóat tað er so ótrútt. Bábel skal falla. Men nú so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín! Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg. Tí Eg, HARRIN, eri Gud tín, hin Heilagi Ísraels er frelsari tín; Eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg, Etiopia og Seba í stað tín. Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt. Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg. Eg skal siga við norðrið: ?Kom higar við teimum!? við suðrið: ?Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar, hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!? Lat koma fram hitt blinda fólk, sum tó hevur eygu, hini deyvu, sum tó hava oyru! Lat øll fólkini savna seg, lat øll fólkasløgini koma saman! Hvør teirra* er mentur at kunngera slíkt! Lat teir siga okkum, hvat teir áður hava spátt! Lat teir koma við vitnum sínum, so teir kunnu fáa rætt, lat tey** hoyra og siga: ?Tað er satt!? Tit eru vitni Míni, sigur HARRIN, og tænari Mín, sum Eg havi útvalt, so tit kunnu sanna tað og trúgva Mær og skilja, at Eg eri Gud undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma. Eg, Eg eri HARRIN, og annar frelsari enn Eg er eingin! Eg havi boðað tað og frelst, Eg havi kunngjørt tað, og har var eingin fremmandur gudur millum tykkara; tit eru vitni Míni sigur HARRIN og Eg eri Gud! Ja, og enn í dag eri Eg hin einasti, og eingin frelsir av hond Míni; Eg virki og hvør ger tað ógjørt! So sigur HARRIN, frelsari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Fyri tykkara skuld sendi Eg boð til Bábel og noyði teir allar at flýggja; Eg skal reka Kaldearar oman á skipini, ið teir høvdu til stuttleika. Eg, HARRIN, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels, kongur tykkara. So sigur HARRIN, sum gjørdi veg í havinum, gøtu í hinum veldigu vøtnum, sum leiddi út vagnar og hestar, her og høvuðsmann teir liggja har, hvør ein, teir reisast ikki aftur, teir eru sløknaðir, sum veikur sløknaðu teir -: Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var! Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var. Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið. Fólkið, ið Eg havi skapt Mær, skal kunngera prís Mítt. Men á Meg hevur tú ikki kallað, Jákup, so tú møddi teg fyri Mær, Ísrael! Tú hevur ikki givið Mær brennioffurseyðir tínar og ikki ært Meg við sláturofrum tínum; Eg havi ikki plágað teg eftir matofrum og ikki troyttað teg eftir roykilsi; tú hevur ikki keypt Mær kalmus fyri silvur og ikki mettað Meg við hinum feita av sláturofrum tínum! Nei, tú hevur plágað Meg við syndum tínum, troyttað Meg við misbrotum tínum! Eg, Eg eri tann, sum fyri Mína skuld striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar. Minn Meg, lat søk okkara ganga til dóms! Tala tú, so tú kanst fáa rætt! Fyrsti forfaðir tín syndaði, og talsmenn tínir fullu frá Mær. So vanærdi Eg hinar heiløgu høvdingar og gav Jákup upp til bann, Ísrael til spott! KAPITUL Hitt frelsta Ísrael og signing Harrans, Avgudadýrkararnir eru dárar, Áminning til Ísrael, Profetorð um Kýrus, Men hoyr nú, Jákup, tænari Mín, Ísrael, sum Eg havi útvalt! So sigur HARRIN, sum skapti teg og úr móðurlívi myndaði teg Hann, sum hjálpir tær: Óttast ikki, Jákup, tænari Mín, Jesurun*, sum Eg havi útvalt! Tí Eg skal hella vatn yvir hitt tysta, streymar yvir hitt turra; Eg skal úthella Anda Mín yvir børn tíni og signing Mína yvir avkom títt, so tey vaksa upp sum gras millum vøtn, sum pílatrø fram við løkjum. Ein skal siga: ?Eg hoyri HARRANUM til!? Annar skal kalla seg við navni Jákups, og uppaftur ein annar skal skriva á hond sína: ?Eg hoyri HARRANUM til!? og ?Ísrael? skal hann nýta sum heiðursnavn. So sigur HARRIN, kongur og frelsari Ísraels, HARRIN Gud herskaranna: Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg! Hvør kunnger eins og Eg tað, ið henda skal! Lat hann siga tað og leggja tað fram fyri Meg, tað, ið hann hevur kunngjørt, líka síðani Eg skapti fornaldarfólkið! Og tað, sum í framtíðini skal koma lat teir kunngera tað! Óttist ikki og ræðist ikki! Havi Eg ikki langt síðani latið teg hoyra tað og kunngjørt tær tað! Tit eru vitni Míni. Er nakar annar Gud enn Eg! Eingin klettur er, Eg veit ongan! Teir, ið gera útskornar myndir, eru einki allir samlir; kæru gudar teirra eru til onga nyttu, og tey, sum geva teimum vitnisburð, síggja ikki og vita ikki fyri at tey skulu verða til skammar! Hvør hevur gjørt gud og stoypt mynd til onga nyttu? Nei, allir teir, ið halda seg til hana, skulu verða til skammar og meistararnir eru jú menniskju sjálvir! Lat teir koma saman allar samlar, lat teir stíga fram! Teir skulu ræðast, teir skulu verða til skammar hvør ein! Jarnsmiðurin nýtir meitil sín og arbeiðir við koleld; hann evnar myndina til við homrum og arbeiðir uppá hana við sterka armi sínum; hann verður svangur, meðan hann arbeiðir, og máttleysur; hann drekkur ikki vatn, og verður linur. Træsmiðurin strekkir út máliband og merkir fyri við stift, telgir træið til við knívi og merkir fyri við passara; hann ger tað vorðið sum menniskju, sum vakran mann, at standa í húsi. Ein fer og høggur sedristrø, tekur steineik og eik og velur sær eitt av trøunum í skóginum; hann plantar furutræ, og regnið ger, at tað veksur. Og maðurin nýtir tað til brenni; hann tekur av tí og vermir seg við tí; hann kyndir eisini upp og bakar breyð við tí og so ger hann eisini gud av tí og tilbiður hann, hann ger útskorna mynd av tí og leggur seg á knæ fyri tí! Helvtina av tí brennir hann upp; við ta helvtina steikir hann kjøtið, sum hann skal eta; hann steikir steik og mettar seg; hann vermir seg eisini og sigur: ?Á, nú varð eg heitur, eg kenni hitan!? Og av tí, ið eftir er, ger hann gud, útskorna mynd, sum hann leggur seg á knæ fyri og tilbiður, biður til og sigur við: ?Frels meg, tú ert Gud mín!? Teir skilja einki, teir fata einki, tí Hann* hevur klínt eygu teirra saman, so teir síggja einki, hert hjarta teirra, so teir skilja einki! Hann* leggur sær tað ikki á hjarta, og hann hevur ikki so frægt vit og skil, at hann sigur: ?Helvtina av tí havi eg brent; eg havi eisini bakað breyð við gløðurnar; eg havi steikt kjøt og etið og tað, ið eftir er, skuldi eg gjørt til andstygd,** fyri træspreki skuldi eg lagt meg á knæ!? Tann, ið heldur seg til tað, sum einki er uttan øska, hevur dárað hjarta fingið av leið, so hann bjargar ikki sál síni og sigur: ?Tað er jú lygn, hetta, sum eg haldi í høgru hond!? Minst til hetta, Jákup, tú Ísrael, tí tú ert tænari Mín! Eg havi skapt teg, tú ert tænari Mín; Ísrael, tú skalt ikki verða gloymt av Mær! Sum toku havi Eg latið misgerðir tínar hvørva og sum skýggj syndir tínar vend við til Mín, tí Eg havi frelst teg! Fegnist, tit Himlar! Tí HARRIN hevur útint verk Sítt. Frøist, tit djúp jarðarinnar! Skerið í gleðiróp, tit fjøll, tú skógur og hvørt træ í tær! Tí HARRIN hevur frelst Jákup og opinberar dýrd Sína á Ísrael. So sigur HARRIN, frelsari tín, Hann, sum longu í móðurlívi skapti teg: Eg eri HARRIN, sum ger alt, sum einsamallur tandi út himmalin og breiddi út jørðina hvør hjálpti Mær! Sum ger til einkis tekin lygnaranna og ger spámenninar til dárar, sum rekur hinar vísu aftur og ger vísdóm teirra til dárskap, Sum staðfestir orð tænara Sína og fullførir ráð sendiboða Sína, sum sigur um Jerúsalem: ?Har skal fólk búgva!? og um býirnar í Juda: ?Teir skulu byggjast upp aftur, toftirnar har reisi Eg aftur!? Sum sigur við djúpið: ?Verð turt, streymar tínar lati Eg torna upp!? Sum sigur um Kýrus: ?Hann er hirði Mín!? Allan vilja Mín skal hann fullføra og siga um Jerúsalem: ?Tað skal byggjast upp aftur, og templið skal verða grundað!? KAPITUL Profetorð um Kýrus, Harrin er Gud, og eingin annar, So sigur HARRIN við salvaða Sín, við Kýrus, sum Eg haldi í høgru hond á, til at leggja tjóðirnar til jarðar fyri ásjón hansara og loysa beltið av lendum konga, til at lata honum dyr upp, so eingi portur skulu vera stongd: Eg skal sjálvur ganga undan tær, og heyggjar skal Eg javna; koparportur skal Eg bróta, og jarnsláir skal Eg høgga sundur. Eg skal geva tær skattir, ið eru fjaldir í myrkri, og ríkidømi, ið er hult á loyniligum støðum so tú kanst sanna, at tað eri Eg, HARRIN, sum hevur kallað teg við navni Eg, Gud Ísraels. Fyri Jákups, tænara Míns, skuld, og fyri Ísraels, útvalda Míns, skuld, kallaði Eg teg við navni, gav tær heiðursnavn, tóat tú kendi Meg ikki. Eg eri HARRIN, og eingin annar, eingin annar Gud er enn Eg; Eg vápnaði teg, tóat tú kendi Meg ikki so tey bæði í eystri og í vestri skulu sanna, at eingin annar er enn Eg; Eg eri HARRIN, og eingin annar, Eg, sum eri upphav ljóssins og skapari myrkursins, Eg, sum gevi lukku og skapi vanlukku Eg, HARRIN, eri tann, ið ger alt hetta. Dryppið, tit himlar, omanfrá, og rættferð streymi niður úr skýggjunum! Jørðin opnist og lati spretta fram frelsu og hartil rættvísi vaksa upp! Eg, HARRIN, skapi hetta. Vei honum, ið trætir við skapara sín pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndaran: ?Hvat kanst tú gera!? Og kann verk títt siga um teg: ?Hann hevur ongar hendur!? Vei honum, ið sigur við faðir sín: ?Hvørji børn kanst tú fáa!? og við konuna: ?Hvørji børn kanst tú eiga!? So sigur HARRIN, hin heilagi í Ísrael, Hann, sum skapti tað: Spyrjið Meg um tað, ið kemur! Latið Meg hava umsorgan fyri børnum Mínum og fyri handaverki Mínum! Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram. Eg havi vakt hann* upp í rættferð, og allar vegir hansara skal Eg javna; hann skal byggja upp bý Mín og leysgeva fólk Mítt, sum burt er flutt, ikki fyri løn og ikki fyri gávu sigur HARRIN Gud herskaranna. So sigur HARRIN: Góðs Egyptalands og vinningur Etiopia, og Sabearar, hinir hávaksnu menn, skulu koma til tín og hoyra tær til; teir skulu fylgja tær, í leinkjum skulu teir ganga; og fyri tær skulu teir kasta seg niður, teg skulu teir bøna: ?Bert hjá tær er Gud, og eingin annar er, eingin annar Gud!? Sanniliga, Tú ert Gud, sum fjalir Seg, Tú Gud Ísraels, Tú frelsari! Teir verða allir til spott og til skammar, allir noyðast teir at ganga har við vanæru, avgudasmiðirnir! Ísrael verður frelst í HARRANUM við ævigari frelsu; í allar ævir skulu tit ikki verða til spott og til skammar. Tí so sigur HARRIN, sum skapti himmalin, Hann, sum er Gud, Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana -: Eg eri HARRIN, og eingin annar! Ikki í loyndum havi Eg talað, ikki á staði í myrkum landi; Eg havi ikki sagt við ætt Jákups: ?Søkið Meg til einkis!? Eg, HARRIN, tali rættvísi, kunngeri tað, ið rætt er. Savnið tykkum og komið, stígið fram øll somul, tit, sum undansloppin eru av tjóðunum! Teir vita einki, teir, ið bera træmyndir sínar og biðja til gud, ið ikki er mentur at frelsa. Kunngerið og sigið frá! Ja, ráðføri teir seg hvør við annan! Hvør hevur boðað hetta frá fornum tíðum, kunngjørt tað langt síðani! Man tað ikki vera Eg, HARRIN! Og eingin annar Gud er enn Eg, eingin rættvísur og frelsandi Gud er uttan Eg. Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar! Um Meg sjálvan havi Eg svorið, av munni Mínum er sannleiki gingin út, orð, ið ikki skal verða tikið aftur: Fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, Mær skal hvør tunga svørja trúskap! ?Bert í HARRANUM? skulu tey siga ?er rættvísi og styrki!? Til Hansara skulu teir koma við skomm, allir teir, sum brenna av vreiði móti Honum. Í HARRANUM skulu tey fáa rætt sín, og av Honum skulu tey rósa sær, alt fólk Ísraels. KAPITUL Gudar Bábels skulu falla, Lyfti um frelsu fyri Ísrael, Profetorð um Kýrus, Bel* hoknar, Nebo* dettur umkoll; myndir teirra verða givnar dýrum og fæi; teir, ið tit bóru,** verða lagdir sum byrði á móð kríatúr. Teir detta umkoll, hokna allir samlir; teir fáa ikki bjargað byrðini, og sjálvir noyðast teir at fara í útlegd. Lurtið eftir Mær, tit av húsi Jákups og øll tit, sum eftir eru av húsi Ísraels, tit, ið frá móðurlívi eru løgd á Meg, og sum Eg frá móðurfangi havi borið! Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum. Hvønn ætla tit at líkna Meg við og meta Meg javnt við? Hvønn ætla tit at líkna Meg saman við, so vit skuldu verið líka? Teir stoyta gull úr punginum og viga silvur á vektini; so leiga teir gullsmið, sum skal gera tað til gud, sum teir kunnu falla niður fyri og tilbiðja; teir lyfta honum; teir bera hann á økslini og seta hann, har sum hann skal standa; har stendur hann og flytur seg ikki úr staði; um onkur rópar til hansara, svarar hann ikki og bjargar honum ikki úr neyð. Minnist til hetta og latið tykkum siga! Leggið tykkum tað á hjarta, tit fráfalnu! Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er enn Eg, Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: ?Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!? Eg, sum rópi rovfugl eystaneftir, úr landi langt burtur mann, ið skal útinna ráð Mítt; Eg havi sagt tað, og Eg skal eisini lata tað koma, Eg havi upphugsað tað, og Eg skal eisini fullføra tað. Lurtið eftir Mær, tit sterku andar, tit, sum eru langt burtur frá rættvísi! Eg lati rættvísi Mína koma nær, hon er ikki langt burtur; og frelsa Mín drálar ikki; Eg gevi frelsu í Zion og gevi Ísrael dýrd Mína. KAPITUL Fall Bábels. Kom niður og set teg í dustið, tú moyggin, dóttir Bábel! Set teg á jørðina hásætisleysa, tú Kaldearadóttir! Tí tú skalt ikki longur verða rópt hin fína, vandna. Far á kvørnina og mal korn, legg burtur slørið, tak klæðini upp um teg, ger beinið bert og vaða um áir! Skomm tín skal verða ber, og vanæra tín skal verða sædd; hevnd skal Eg taka og einki menniskja spara. Endurloysari okkara navn Hansara er HARRIN Gud herskaranna, hin heilagi í Ísrael. Sit tigandi og far inn í myrkrið, tú Kaldearadóttir! Tí tú skalt ikki longur verða rópt drotning ríkjanna. Eg var illur við fólk Mítt, vanhalgaði arv Mín og gav tey í hendur tínar; tú vísti teimum onga miskunn enntá hin gamla mannin lætst tú ok títt níva hart! Og tú segði: ?Til ævigar tíðir skal eg sita sum drotning!? so tú legði tær ikki hetta* á hjarta og hugsaði ikki um, hvat endin fór at verða. Hoyr tí nú hetta, tú, sum livir í lystum tínum, sum situr so trygg, tú, sum sigur í hjartanum: ?Eg og eingin annar! Eg skal ikki sita einkja og ikki vita, hvat tað er at vera barnleys!? Men bæði hesi skulu koma á teg snøggliga sama dag tú skalt verða bæði barnleys og einkja; í fullum máli skal tað koma á teg, hvussu nógv tú so roynir teg í gandabrøgdum tínum og hinum mongu gyklingum tínum! Tú heltst teg sita trygga í óndskapi tínum, tú segði: ?Eingin sær meg!? Vísdómur tín og kunnskapur tín, teir hava villleitt teg, so tú segði í hjartanum: ?Eg og eingin annar!? Tí skal koma á teg vanlukka, sum tú ikki ert ment at gykla burtur; oyðing skal ráma teg, sum tú ikki ert ment at venda frá tær, og undirgangur skal knappliga koma á teg, táið tú minst varir tað. Stíg tá fram við gyklingum tínum og hinum mongu gandabrøgdum tínum, sum tú hevur pøst teg við, frá tí tú vart ung! Kanska tú kanst hjálpa tær við teimum, kanska tú kundi stygt burt vanlukkuna! Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma! Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um! So gongst tær við teimum, ið tú hevur gjørt tær ómak fyri, teimum, ið hava handlað við teg, frá tí tú vart ung teir renna higar og hagar, hvør í ætt sína, og har er eingin, ið frelsir teg. KAPITUL Ólýdni Ísraels og trúfesti Harrans. Hoyrið hetta, tit av húsi Jákups, tit, sum eru nevnd við navni Ísraels og eru runnin úr keldu Juda, tit, sum svørja um navn HARRANS og prísa Gudi Ísraels, men ikki í sannleika og rættvísi! Tí eftir hinum heilaga staði kalla tey seg, og á Gud Ísraels styðja tey seg, á Hann, hvørs navn er HARRIN Gud herskaranna -. Tað, sum áður hevur hent, havi Eg langt síðani kunngjørt; av munni Mínum gekk tað út, og Eg boðaði tað; skundisliga setti Eg tað í verk, og tað kom. Av tí at Eg vitsti, at tú ert harður, at hálsur tín er jarnsina, og panna tín av kopari, so kunngjørdi Eg tær tað langt síðani; áðrenn tað kom, boðaði Eg tær tað, so tú skuldi ikki siga: ?Gudamynd mín hevur gjørt tað, útskorna og stoypta mynd mín hevur stýrt tí so!? Tú hevur hoyrt tað nú kanst tú síggja tað alt samalt! Og tit, noyðast tit ikki at viðganga tað! Nú kunngeri Eg tær nakað nýtt, tað, sum dult er, og sum tú ikki hevur vitað um. Nú er tað skapt, og ikki langt síðani, og fyrrenn í dag hevði tú ikki hoyrt tað so tú skuldi ikki siga: ?Hatta vitsti eg!? Tú hevur hvørki hoyrt tað ella vitað tað, ei heldur er oyra títt langt síðani upplatið; tí Eg vitsti, at tú ert trúleysur og hevur frá móðurlívi verið róptur fráfallin. Fyri navns Míns skuld eri Eg langmóðigur, og fyri lovs Míns skuld haldi Eg vreiði Míni aftur, so tú verður ikki týndur. Eg reinsi teg, men ikki sum silvur, Eg royni teg í líðingarovni. Fyri Mína skuld, fyri Mína skuld geri Eg tað; tí hvussu skuldi Eg kunnað latið navn Mítt verðið vanhalgað! Og dýrd Mína gevi Eg ongum øðrum. Lurta eftir Mær, Jákup, og tú Ísrael, sum Eg havi kallað! Eg eri Gud; Eg eri hin fyrsti, Eg eri eisini hin síðsti. Hond Mín hevur grundað jørðina, og høgra hond Mín hevur tant út himmalin; Eg kalli á tey, og so standa tey har bæði. Savnið tykkum øll saman og hoyrið! Hvør teirra* hevur kunngjørt hetta! Hann, sum HARRIN elskar**, skal fullføra vilja Hansara á Bábel og vera armur Hansara móti Kaldearum. Eg, Eg havi talað; Eg havi eisini kallað hann; Eg havi leitt hann fram, so at eydnan hevur fylgt honum. Komið higar til Mín og hoyrið hetta! Frá upphavi havi Eg ikki talað í loyndum; táið tíðin kom, at tað skuldi henda, var Eg har. Og nú hevur Harrin HARRIN sent meg* og Anda Sín. So sigur HARRIN, frelsari tín, hin heilagi í Ísrael: Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga. Hevði tú viljað givið boðum Mínum gætur! Tá skuldi friður tín verðið sum áin, og rættvísi tín sum havsbylgjurnar; tá skuldi avkom títt verðið sum sandurin, lívsfrukt tín sum sandkornini; navn hennara skuldi ikki verðið oytt og ikki útstrikað fyri ásjón Míni. Farið út úr Bábel, flýggið frá Kaldearum! Boðið hetta, kunngerið tað við fagnaðarrødd, útbreiðið tað líka at enda jarðarinnar, sigið: ?HARRIN hevur endurloyst Jákup, tænara Sín!? Tey tysta ikki; um oyðimørkina leiðir Hann tey; vatn úr klettinum letur Hann renna til teirra; Hann klývur klettin, og vatn rennur. Hini gudleysu hava ongan frið! sigur HARRIN. KAPITUL Profetorð um Messias, Troystarorð til hitt neyðstadda Ísrael, Hoyrið Meg, tit oyggjar, lurtið eftir, tit fólk langt burtur! HARRIN hevur frá móðurlívi kallað Meg, Hann hevur frá móðurfangi nevnt navn Mítt. Hann hevur gjørt munn Mín til hvast svørð og fjalt Meg í skugga handar Sínar! Hann hevur gjørt Meg til blankan píl og loynt Meg í pílahúsa Sínum. Og Hann segði við Meg: ?Tú ert tænari Mín, Tú ert Ísrael, sum eg skal opinbera dýrd Mína á!? Men Eg segði: ?Til einkis havi Eg arbeitt Meg móðan, til onga nyttu havi Eg oytt kraft Mína!? Men kortini er rættur Mín hjá HARRANUM, og løn Mín hjá Gudi Mínum! Og nú sigur HARRIN, sum frá móðurlívi hevur gjørt Meg til tænara Sín, til at leiða Jákup aftur til Sín og savna Ísrael fyri Seg og Eg eri dýrmætur í eygum HARRANS, og Gud Mín er vorðin styrki Mín Hann sigur: ?Tað er ov lítið, at Tú ert tænari Mín til at fáa ættir Jákups aftur á føtur og leiða heimaftur hina frelstu leivd Ísraels nei, Eg skal gera Teg til ljós heidninga, so frelsa Mín kann náa at enda jarðarinnar!? So sigur HARRIN, frelsari Ísraels, hin heilagi í Ísrael, við Hann, sum er vanvirdur av hvørjum menniskja, við Hann, sum býður fólki ímóti, við Hann, sum er trælur kúgara: Kongar skulu síggja tað og reisa seg, høvdingar skulu síggja tað og kasta seg niður fyri HARRANS skuld, Hansara, sum er trúfastur, fyri hins Heilaga Ísraels skuld, Hansara, sum útvaldi Teg. So sigur HARRIN: Í náðistundini bønhoyri Eg Teg, frelsudagin hjálpi Eg Tær, og Eg skal varðveita Teg og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, so Tú skalt fáa landið aftur á føtur, skifta sundur arvalutirnar, sum liggja í oyði, og siga við fangarnar: ?Farið út!? við tey, sum í myrkri eru: ?Komið fram!? Gras skulu tey finna fram við vegnum, og allir hinir naknu heyggjar skulu vera teimum beiti. Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skulu saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnskeldum. Og Eg skal gera øll fjøll Míni til vegir, og allar gøtur Mínar skulu hækkast. Hygg, tey koma úr fjarløgu, summi norðaneftir, summi vestaneftir, og summi úr Sinimslandi! Lovsyngið, tit Himlar, fegnast, tú jørð! Tit fjøll, skerið í gleðiróp! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, og hinum ørmu Sínum vísir Hann miskunn. Zion segði: ?HARRIN hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!? Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg! Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga! Børn tíni koma rennandi; teir, sum brutu teg niður og løgdu teg í oyði, skulu fara frá tær. Lyft eygunum og hygg rundan um teg: Tey savna seg øll somul, tey koma til tín! So satt sum Eg livi sigur HARRIN skalt tú lata teg í tey øll somul sum prýði og binda tey um teg sum brúður! Tí toftir tínar og oyðistøð tíni og herjaða land títt sanniliga, nú skalt tú vera teimum ov trong, sum búgva har, og teir, sum løgdu teg í oyði, skulu vera langt burtur! Enn skalt tú fáa at hoyra børnini frá døgunum, ið tú satst barnleys, siga: ?Plássið er mær ov trongt førka teg, so eg fái búð her!? Tá skalt tú siga í hjartanum: ?Hvør hevur føtt mær hesi? Eg var jú barnleys og ófruktbør, í útlegd og burtrikin! Og hvør hevur fostrað hesi? Eg sat jú einslig eftir! Hvar vóru tá hesi?? So sigur Harrin HARRIN: Eg skal lyfta hond Míni til heidningarnar og reisa merki Mítt fyri fólkasløgunum, og tey skulu koma við sonum tínum í favninum, og døtur tínar skulu tey bera á økslini. Kongar skulu vera fosturfedrar tínir, drotningar teirra daddur tínar; tey skulu kasta seg á andlitið til jarðar fyri tær og sleikja dust fóta tína; og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN, og at tey, sum bíða eftir Mær, skulu ikki verða til skammar. Kann nakar taka herfongin frá hinum sterka, ella kunnu fangar sleppa frá honum, sum teir av røttum tilhoyra! Ja! Tí so sigur HARRIN: Bæði skulu fangarnir verða tiknir frá hinum sterka, og herfongur yvirgangskropsins skal sleppa, og Eg skal standa teimum ímóti, sum standa tær ímóti, og børn tíni skal Eg frelsa. Eg skal lata teir, ið kúga teg, eta sítt egna kjøt, og av sínum egna blóði skulu teir verða druknir sum av vínberjaløgi, og alt hold skal sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, at hin veldigi Jákups er endurloysari tín. KAPITUL Ísrael revsað, Profetorð um Messias, Hini gudræddu troystað og hini gudleysu hótt, So sigur HARRIN: Hvar er skilnaðarbræv móður tykkara, sum Eg havi rikið hana burtur við! Ella hvørjum av teimum, ið hava nakað at krevja Meg eftir, havi Eg selt tykkum! Nei, aftur fyri misbrot tykkara eru tit seld, og aftur fyri synd tykkara er móðir tykkara rikin burtur! Hví var eingin har, táið Eg kom? Hví svaraði eingin, táið Eg rópti? Er hond Mín ov stutt til at frelsa! Er eingin máttur hjá Mær til at bjarga! Við hóttan Míni turki Eg upp havið, geri Eg áir til oyðimørk, so fiskarnir í teimum rotna, tí einki vatn er, og doyggja av tosta; Eg klæði himmalin í svart og sveipi hann í syrgibúna. Harrin HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu, so Eg skal duga at styrkja hin móða við orði Mínum; hvønn morgun vekur Hann oyra Mítt, Hann vekur tað, so Eg skal hoyra, sum lærisveinar hoyra. Harrin HARRIN hevur latið upp oyra Mítt, og Eg stóð ikki ímóti, Eg bar Meg ikki undan; bak Mítt beyð Eg teimum, sum slógu, og kinnar Mínar teimum, sum royttu Meg í skeggið; andlit Mítt fjaldi Eg ikki fyri háði og spýtti. Men Harrin HARRIN skal hjálpa Mær! Tí verði Eg ikki til skammar; tí havi Eg gjørt andlit Mítt hart sum stein, og Eg veit, at Eg skal ikki standa vónbrotin. Hann er nær, sum hjálpir Mær til rætt Mín hvør ætlar at stríðast við Meg? Latið okkum stíga fram saman! Hvør er mótpartur Mín? Hann komi higar til Mín! Harrin HARRIN skal hjálpa Mær hvør er tann, ið ætlar at dómfella Meg! Teir skulu allir samlir detta sundur sum gamalt plagg, mølur skal eta teir upp. Hvør er millum tykkara, sum óttast HARRAN, sum lurtar eftir tænara Hansara? Táið hann gongur í myrkri, og einki ljós lýsir honum, líti hann tá á navn HARRANS og styðji seg á Gud sín! Men allir tit, sum kveikja eld, sum vápna tykkum við brennandi pílum farið sjálvir inn í loga elds tykkara og millum pílarnar, ið tit fingu at brenna! Frá hond Míni skal hetta ráma tykkum: Í pínu skulu tit koma at liggja! KAPITUL Tey verða troystað, sum søkja Harran og óttast Hann. Hoyrið Meg, tit, sum stevna eftir rættvísi, tit, sum søkja HARRAN! Skoðið bergið, sum tit eru brotin úr, og námið, sum tit eru høgd út úr! Hyggið á Ábraham, faðir tykkara, og á Sáru, sum føddi tykkum! Tí meðan hann enn ikki var meir enn ein, kallaði Eg hann, og Eg signaði hann og gjørdi hann til mong. Tí HARRIN troystar Zion, troystar allar toftirnar har; Hann ger oyðimørkina har Eden líka og heiðina har sum urtagarð HARRANS; frøi og gleði skulu vera har, tøkk og lovsongur. Hoyr Meg, fólk Mítt! Lurta eftir Mær, tú samkoma Mín! Tí lóg skal ganga út frá Mær, og rætt Mín skal Eg seta tjóðunum til ljós. Rættvísi Mín er nær, frelsa Mín kemur undan, og armar Mínir skulu hjálpa fólkunum til rætt; eftir Mær skulu oyggjarnar bíða, og armur Mín skal vera vón teirra. Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg, og tey, sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa Mín skal vara til ævigar tíðir, og rættvísi Mín skal aldri halda uppat. Lurtið eftir Mær, tit, sum kenna rættvísi, tú fólk, sum hevur lóg Mína í hjartanum! Óttist ikki spott menniskjanna, og ræðist ikki háðorð teirra! Tí mølur skal eta tey upp sum plagg, og maðkur skal eta tey upp sum ull; men rættvísi Mín skal vara til ævigar tíðir, og frelsa Mín mann eftir mann. Vakna, vakna, lat teg í styrki, tú armur HARRANS! Vakna, sum í gomlum døgum, sum í fornum tíðum! Var tað ikki tú, sum feldi Rahab og stakst havódýrið! Var tað ikki tú, sum turkaði upp havið, vatnið í hinum stóra djúpi, og sum gjørdi havsbotnin til veg, so hitt frelsta fólkið fekk gingið ígjøgnum tað! Ja, endurloystu HARRANS skulu koma aftur og koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði skulu tey fáa, sorg og suff skulu flýggja. Eg, Eg eri tann, sum troystar tykkum. Hvør ert tú, at tú ræðist menniskjað, sum skal doyggja, menniskjabarnið, ið skal verða grasi líkt, og gloymir HARRAN, skapara tín, Hann, sum tandi út himmalin og grundfesti jørðina, og altíð allan dagin óttast vreiði kúgarans, táið hann ger seg til at oyða! Hvar er tá vreiði kúgarans? Skjótt skal tann verða loystur, sum í leinkjum liggur; hann skal ikki doyggja og fara í grøvina, og honum skal ikki fattast breyð. Tí Eg eri HARRIN Gud tín, sum øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara. Og Eg legði orð Míni í munn tín og fjaldi teg undir skugga handar Mínar til at planta himmalin og grundfesta jørðina og siga við Zion: ?Tú ert fólk Mítt!? Vakna, vakna, reis teg, Jerúsalem, tú, sum av hond HARRANS hevur fingið vreiðiskál Hansara at drekka! Hina stóru sløðriskál hevur tú drukkið úr til síðsta dropa. Av øllum børnunum, ið hon hevur føtt, er eingin, sum leiðir hana, og av øllum sonunum, ið hon hevur fostrað, er eingin, sum tekur í hond hennara. Hesi bæði rámtu teg: hvørjum tykist synd í tær! Oyðing og undirgangur, hungur og svørð hvussu skal Eg troysta teg! Børn tíni lógu máttleys á hvørjum vegamóti, sum hjørturin í netinum full av brennandi vreiði HARRANS, av hóttum Guds tíns. Hoyr tí hetta, tú arma, tú, sum ert drukkin men ikki av víni -! So sigur HARRIN, Harri tín, Gud tín, Hann, sum flytur mál fólks Síns: Eg taki sløðriskálina úr hond tíni, hini stóru vreiðiskál Míni skalt tú ikki drekka meiri úr; og Eg gevi kúgarum tínum hana í hondina, teimum, sum søgdu við teg: ?Legg teg niður, so vit fáa gingið á tær!? Og tú gjørdi rygg tín jørðini líkan, teimum til veg, sum gingu eftir honum! KAPITUL Jerúsalem skal verða endurloyst, Profetorð um Messias, Vakna, vakna, lat teg í styrki tína, Zion! Lat teg í hátíðarbúna tín, Jerúsalem, tú hin heilagi staður! Tí eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma inn í teg. Rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt, Jerúsalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna, dóttir Zion! Tí so sigur HARRIN: Fyri einki vórðu tit seld, og uttan pening skulu tit verða leyskeypt. Ja, so sigur Harrin HARRIN: Í forðum fór fólk Mítt til Egyptalands at búgva har sum fremmant, og seinni kúgaði Assur tað við ongum rætti. Og hvat skal Eg nú gera her? sigur HARRIN; fólk Mítt er jú flutt burtur fyri einki; teir, ið ráða yvir tí, reypa sigur HARRIN og uttan íhald verður navn Mítt spottað líðilangan dagin. Tí skal fólk Mítt læra navn Mítt at kenna; tí skal tað tann dag læra at kenna, at Eg eri tann, ið sigur: ?Hygg, her eri Eg!? Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: ?Gud tín er vorðin kongur!? Hoyr! Vaktarar tínir lyfta upp røddina, teir fegnast allir samlir; tí beint fyri eygum sínum síggja teir HARRAN koma aftur til Zion. Skerið í fagnaðarsong allar samlar, tit toftir Jerúsalems! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, Hann endurloysir Jerúsalem. HARRIN ger beran heilaga arm Sín fyri eygum alra tjóða, og allir endar jarðarinnar fáa frelsu Guds okkara at síggja. Avstað, avstað! Farið út haðani, nemið einki óreint! Farið út haðani, reinsið tykkum, tit, sum bera íløt HARRANS! Tí ikki skulu tit fara út í skundi, og ikki skulu tit leypa avstað sum tey, ið flýggja; nei, HARRIN gongur undan tykkum, og Gud Ísraels gongur aftastur í flokki tykkara! Tænari Mín skal bera Seg vísiliga at; Hann skal verða stórur og settur høgt og verða ógvuliga høgur. Eins og mong ræddust at síggja Hann so ómenniskjaliga vesælur sá Hann út, Hann líktist ikki menniskjabørnum - so skal Hann fáa mong fólkasløg at hvøkka upp,* fyri Honum skulu kongar verða málleysir; tí tað, sum aldri var teimum sagt, hava tey sæð, og tað, sum tey aldri høvdu hoyrt, hava tey fingið at royna. KAPITUL Hin líðandi Messias. Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur! Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara. Vanvirdur var Hann fólk vendi sær frá Honum maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki. Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi. Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd. Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum. Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann Hann læt ikki upp munnin. Við treinging og dómi varð Hann tikin burt men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann! Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara. Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara. Aftur fyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra. Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong aftur fyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan og varð roknaður millum brotsmenn, Hann, sum tó bar synd mangra og bað fyri brotsmonnum. KAPITUL Harrin skal aftur taka Ísrael til Sín. Fegnast, tú ófruktbara, tú, ið ikki hevur føtt! Sker í gleðisong og ver fró, tú, sum ikki hevur havt verkir! Tí børn hinnar einsligu kvinnu eru fleiri enn hennara, sum hevur mann sigur HARRIN. Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar! Tí tú skalt breiða teg út, bæði til høgru og til vinstru, og avkom títt skal taka fólkasløg í ogn og byggja upp aftur oyddar býir. Óttast ikki tú skalt ikki verða til skammar! Lat ikki spottið gera tær mun tú skalt ikki standa vónbrotin! Nei, skomm ungdóms tíns skalt tú gloyma, og vanæru einkjutíðar tínar skalt tú ikki minnast longur. Tí skapari tín er ektamaður tín HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann. Tí sum vrakaða konu við sorg í hjartanum kallar HARRIN teg, og ungdómsbrúður hvør fer at havna hana! sigur Gud tín. Lítla løtu vendi Eg tær bakið, men í stórari miskunn skal Eg savna teg. Táið vreiði Mín rann útav, fjaldi Eg lítla løtu ásjón Mína fyri tær, men við ævigari náði miskunni Eg tær sigur HARRIN, endurloysari tín. Sum nóaflóð er hetta Mær; so sum Eg svór, at nóaflóð skuldi ikki koma yvir jørðina uppaftur, havi Eg nú svorið, at Eg skal ikki verða illur við teg ella deila teg. Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær. Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum; Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum! Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið. Við rættvísi skalt tú verða grundfest; lat angist vera langt frá tær, tí tú skalt einki hava at óttast! Ver trygg fyri ræðslu, tí hon skal ikki koma tær nær! Taka teir seg saman ímóti tær, er tað ikki eftir vilja Mínum; teir, sum taka seg saman ímóti tær, skulu falla fyri tær. Tað eri Eg, ið skapi smiðin, sum blæsur í koleldin og framleiðir amboð til verk sítt, og tað eri Eg, ið skapi oyðaran til at forkoma. Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær sigur HARRIN. KAPITUL Náðisáttmáli Harrans, Áminning um at leita til Harran og venda við, Trúfasta orð Harrans, Nú, øll tit, ið tysta komið til vøtnini! Og tit, sum ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk! Hví lata tit pening fyri tað, sum ikki er breyð, og dagløn tykkara fyri tað, sum ikki mettar? Lurtið eftir Mær! So skulu tit fáa gott at eta, so skal sál tykkara gleða seg í tí, sum feitt er. Boyggið oyra tykkara og komið til Mín hoyrið! So skal sál tykkara liva, og Eg skal gera ævigan sáttmála við tykkum, geva tykkum alla hina trúføstu náði, ið Eg havi lovað Dávidi. Til vitni fyri fólkasløg havi Eg sett Hann,* til høvdinga og Harra tjóðanna. Fólk, ið tú ikki kennir, skalt tú kalla, og fólkasløg, ið ikki kenna teg, skulu koma rennandi til tín fyri HARRANS Guds tíns skuld og fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann gevur tær dýrd. Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær! Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva! Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar sigur HARRIN. Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara! Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta, so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til. Ja, við gleði skulu tit fara út, og í friði skulu tit verða leidd fram; fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur. Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa upp syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtustrø, og tað skal vera HARRANUM til navn, til ævigt tekin, ið aldri skal verða útstrikað. KAPITUL Lyfti til tann, ið ger rætt, serliga til tann, ið heldur sabbatin, Hirðarnir verða revsaðir, So sigur HARRIN: Aktið eftir tí, sum rætt er, og gerið rættvísi! Tí frelsa Mín kemur skjótt, og brátt skal rættvísi Mín verða opinberað. Sælur er tann, ið ger hetta, tað menniskjabarn, ið heldur fast við tað sum heldur sabbatin, so hann vanhalgar ikki hann, og sum varðar hond sína, so hon einki ilt ger. Hin fremmandi, ið heldur seg til HARRAN, má ikki siga: ?HARRIN fer vist at skilja meg frá fólki Sínum!? Og geldingurin má ikki siga: ?Eg eri følnað træ!? Tí so sigur HARRIN: Geldingunum, ið vilja halda sabbatar Mínar, velja tað, ið Mær líkar, og halda fast við sáttmála Mín, teimum skal Eg í húsi Mínum og innan fyri múrar Mínar geva minni og navn, sum er betri enn synir og døtur Eg skal geva teimum ævigt navn, sum ikki skal verða útstrikað. Og hini fremmandu, sum halda seg til HARRAN, til at tæna Honum og elska navn HARRANS, til at vera tænarar Hansara øll tey, sum halda sabbatin, so tey vanhalga ikki hann, og sum halda fast við sáttmála Mín, tey skal Eg leiða til heilaga fjall Mítt og gleða tey í bønhúsi Mínum; brennioffur og sláturoffur teirra skulu vera Mær til gleði á altari Mínum; tí hús Mítt skal kallast bønhús fyri allar tjóðir. So sigur Harrin HARRIN, Hann, sum savnar hini burtriknu av Ísrael: Enn fleiri skal Eg savna aftrat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara. Øll dýr markarinnar, komið og etið øll dýr í skóginum! Vaktarar Ísraels eru blindir allir samlir, teir vita einki; allir samlir eru teir stummir hundar, sum ikki duga at goyggja; teir liggja og droyma, teimum dámar at sova. Og teir eru óðir eftir at eta, hesir hundarnir, teir fyllast ikki. Og slíkir menn eru hirðar, hesir, sum einki skilja! Hvør ein teirra hevur vent sær sín egna veg, hvør ein søkir sín egna vinning, frá hinum fyrsta til hin síðsta. ?Kom,* eg skal fara eftir víni, latið okkum drekka sterkan drykk, og sum dagurin í dag skal dagurin í morgin vera, stuttligur, heilt óførur!? KAPITUL Deyði hins rættvísa, Avgudadýrkararnir verða revsaðir, Frelsa hinna eyðmjúku, Hin rættvísi umkemst, og ikki ein er, sum leggur sær tað á hjarta; gudóttandi menn verða ryktir burt, uttan at nakar hugsar um, at hin rættvísi verður ryktur burt, áðrenn vanlukkan kemur. Hann fer inn til frið; teir hvíla á legum sínum, allir teir, sum gingu leið sína beint fram. Men komið tit higar, tit børn gandakellingar, tú avkom horkals og horkvinnu! Hvørjum er tað, tit halda frægd at! Hvørjum gálva tit eftir og rætta út tunguna! Eru tit ikki sjálv børn syndarinnar, avkom lyginnar tit, sum brenna av girnd undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum drepa børn í dølunum, niðri í klettagjáum! Hinir hálu steinar dalanna eru lutur tín, teir hevur tú í part; ja, eisini teimum úthellir tú drykkjuoffur og bert fram matoffur skal Eg lata slíkt um Meg ganga! Á høgum, veldigum fjøllum reiddi tú legu tína; eisini niðan hagar fórt tú at ofra sláturoffur. Og aftan fyri hurðina og durastavin setti tú minnismerki títt;* tú vendi tær frá Mær, klæddi teg nakna og fórt upp á leguna, gjørdi hana breiða og tingaði tær løn frá teimum;** tú elskaði at hava teir at liggja hjá tær, tú sást skomm teirra. Tú fórt til kongin* við olju, og tú komst við mongum salvum, ið angaðu væl; tú sendi boð tíni langt burt, og tú fórt djúpt niður, líka í deyðaríkið. Tú vart móð á longu ferð tíni; tó segði tú ikki: ?Eg gevist!? Nei, tú fanst nýggjan mátt í hond tíni; tí avmaktaðist tú ikki. Hvønn ræddist og óttaðist tú, síðani tú gavst teg upp til lygnina og mintist ikki til Mín, legði tær tað ikki á hjarta? Er tað ikki so: Eg havi tagt, og tað líka frá fornum tíðum og Meg óttaðist tú tí ikki! Eg skal kunngera rættvísi tína og verk tíni tey skulu einki bata tær! Táið tú rópar lat tá flokk tín* frelsa teg! Nei, vindur skal hava teir við sær allar samlar, vindblak skal sópa teir burt! Men tann, ið søkir sær skjól hjá Mær, skal arva landið og taka heilaga fjall Mítt í ogn. Og sagt skal verða: ?Gerið veg, gerið veg og slættið hann, takið hvørt ástoyt burtur av vegi fólks Míns!? Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er ?Heilagur?: Á hæddini og á heiløgum staði búgvi Eg og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu. Ja, Eg skal ikki til ævigar tíðir stríðast og ikki allar dagar vera vreiður; tí tá hevði andin ørmaktast fyri ásjón Míni, sálirnar, ið Eg havi skapt. Tað var fyri syndigu girnd hansara,* Eg varð vreiður og sló hann; Eg fjaldi ásjón Mína og var vreiður, og hann helt í fráfalli leið hjarta síns. Vegir hansara havi Eg sæð, og Eg skal grøða hann; Eg skal leiða hann og troysta hann og tey hjá honum, sum syrgja. Eg skal skapa ávøkst varra frið, frið bæði langt burtur og nær sigur HARRIN og Eg grøði hann. Men hini gudleysu eru sum havið í ódn; tað fær ikki verið stilt, og bylgjur tess skola upp móru og skarn. Hini gudleysu hava ongan frið! sigur Gud mín. KAPITUL Hin ranga og hin rætta føstan. Rópa, tað tú ert mentur, spar ikki! Lyft upp rødd tína sum lúður og kunnger fólki Mínum misbrot teirra, húsi Jákups syndir teirra! Og Meg søkja tey tó dag um dag og vilja hava leiðir Mínar at vita, sum tey høvdu verið fólk, ið hevur gjørt rættvísi og ikki svikið rætt Guds síns. Tey krevja Meg eftir rættvísum dómum; tey vilja, at Gud skal koma teimum nær: ?Hví sært Tú ikki, at vit fasta? Hví gevur Tú ikki gætur, at vit plága sál okkara?? Men tann dag tit fasta, gera tit arbeiði tykkara, og tit koyra undir øll, ið arbeiða hjá tykkum! Jú, til at kjakast og stríðast fasta tit, og til at sláa við neva gudloysis; tit fasta ikki so nú, at rødd tykkara kann verða hoyrd á hæddini. Er hetta føstan, ið Mær líkar dagur, táið menniskjað plágar sál sína! At heingja høvdið niður sum sev og reiða sær song í sekki og øsku kallar tú tað føstu og dag, sum HARRANUM toknast? Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok, ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold! Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum. Tá skalt tú kalla á HARRAN, og Hann skal svara; tú skalt rópa, og Hann skal siga: ?Her eri Eg!? Táið tú fært hvørt ok burt frá tær, gevur uppat at peika við fingrum* og tosa tað, ið ilt er, og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin. HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp. Synir tínir skulu byggja upp aftur avgamlar toftir; múrar, sum hava ligið niðurdotnir mann eftir mann, skalt tú reisa aftur, og tú skalt verða róptur ?hann, sum laðar upp í aftur múrskørð,? og ?hann, sum vælir um vegir, so fólk fær búð í landinum.? Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað! KAPITUL Synd fólksins voldir, at frelsan drálar. Men Harrin sendir tó Ísrael frelsara. Ja, hond HARRANS er ikki so stutt, at hon fær ikki hjálpt, og oyra Hansara er ikki so deyvt, at tað kann ikki hoyra. Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki. Hendur tykkara eru jú dálkaðar av blóði, og fingrar tykkara av misbrotum; varrar tykkara tala lygn, tunga tykkara ber fram tað, ið ónt er. Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan hátt; tey líta á fáfongd og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt. Ormaegg klekja tey út, og eiturfon veva tey; tann, ið etur av eggum teirra, doyr, og verður eitt teirra kroyst sundur, skríður eiturormur úr tí. Tað, sum tey veva, dugir ikki til klæði; ein fær ikki sveipað seg í tað, sum tey avrika; verk teirra er óndskaparverk, og yvirgangsverk eru í hondum teirra. Føtur teirra skunda sær til ilt og eru kvikir at lata sakleyst blóð renna; hugsanir teirra eru óndskaparhugsanir; oyðing og undirgangur er á leiðum teirra. Veg friðarins kenna tey ikki, og eingin rættur er í sporum teirra; gøtur sínar gera tey til sniðgøtur; tann, ið stígur á tær, veit einki um frið at siga. Tí er rætturin langt burtur frá okkum, og rættvísin kemur okkum ikki nær; vit vænta ljós, men nei, myrkt er; vit vænta sólskin, men í svartastu niðu ganga vit. Sum blind trilva vit eftir vegginum; vit trilva sum tey, ið eingi eygu hava; um middagin snáva vit sum í skýming; á bestu árum eru vit sum deyð. Vit murra sum bjarnir øll somul, láta sum dúvur; vit vænta rætt, men hann kemur ikki, vænta frelsu, men hon er langt burtur frá okkum. Tí brot okkara eru mong fyri Tær, og syndir okkara vitna móti okkum ja, brot okkara standa okkum fyri eygum, og vit vita um misgerðir okkara at vit eru fallin frá HARRANUM og hava avnoktað Hann, at vit eru farin burtur frá Gudi okkara, og tala okkara hevur verið kúgan og fráfall, at vit í hjartanum hava upphugsað lygiorð og sagt tey við. Rætturin er rikin eftir hæli, og rættferðin stendur langt burtur; tí sannleikin snávar á tingstaðnum, og tað, ið beint er, sleppur ikki fram. Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, varð til rán. Hetta sá HARRIN, og tað mislíkaði Honum, at eingin rættur var; Hann sá, at eingin steig fram, og Hann undraðist á, at har eingin var, sum flutti mál Hansara. Tá hjálpti Honum armur Hansara, og rættvísi Hansara styðjaði Hann. Hann læt Seg í rættferð sum brynju, og hjálm frelsunnar setti Hann á høvdið; Hann læt Seg í hevndarklæðini og sveipaði Seg í vreiði sum í kappa. Eftir atburði teirra skal Hann løna teimum; vreiði skal Hann lata koma yvir teir, sum standa Honum ímóti, hevnd yvir fíggindar Sínar; oyggjunum skal Hann løna tað, ið tær hava gjørt. So skulu tey í vestri óttast navn HARRANS, og tey í eystri dýrd Hansara. Táið fíggindin herjar á sum streymur, skal Andi HARRANS reka hann burt. Til Zion skal koma endurloysari ja, til teirra í Jákupi, sum venda sær frá synd sigur HARRIN. Og hetta er sáttmálin, Eg geri við tey, sigur HARRIN: Andi Mín, sum á tær er, og orð Míni, sum Eg havi lagt tær í munnin, skulu ikki víkja, hvørki úr munni tínum, úr munni barna tína ella úr munni barnabarna tína, frá nú og til ævigar tíðir sigur HARRIN. KAPITUL Hin komandi dýrd Jerúsalems. Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd HARRANS rennur upp yvir tær. Ja, myrkur liggur yvir jørðini, og niða yvir fólkunum; men yvir tær skal HARRIN renna upp, og yvir tær skal dýrd Hansara opinberast. Fólkasløg skulu leita til ljós títt, og kongar til skinið, ið upp er runnið yvir tær. Lyft upp eyguni og hygg rundan um teg! Tey savnast øll, tey koma til tín; synir tínir koma úr fjarløgu, og døtur tínar verða bornar á arminum. Táið tú sært hetta, skalt tú lýsa av gleði, og hjarta títt skal banka og verða fult; tí ríkdómur havsins skal venda sær til tín, og góðs tjóðanna skal koma til tín. Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfyl úr Midjan og Efa; teir koma allir úr Sjeba; gull og roykilsi skulu teir bera tær, og prís HARRANS skulu teir kunngera. Alt smáfæ Kedars skal savnast til tín, veðrar Nebajots skulu tæna tær; Mær til gleði skulu teir verða ofraðir á altari Mínum, og húsið, har dýrd Mín býr, skal Eg æra. Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj, sum dúvur til búr síni? Jú, oyggjarnar bíða eftir Mær, og fremst sigla tarsisskip, ið føra børn tíni higar úr fjarløgu; silvur og gull teirra kemur við teimum fyri navns HARRANS Guds tíns skuld, fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann veitir tær dýrd. Fremmandir skulu laða upp múrar tínar, og kongar teirra skulu tæna tær; tí í vreiði Míni havi Eg sligið teg, men í náði Míni miskunni Eg tær. Portur tíni skulu standa opin altíð; hvørki dag ella nátt skulu tey verða stongd so góðs tjóðanna kann verða flutt inn í teg, og kongar teirra við, sum fangar. Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði. Dýrd Libanons skal koma til tín, bæði syprisviður, almviður og buksviður, til at prýða staðið, har sum halgidómur Mín er, og Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á. Børn teirra, ið hava plágað teg, skulu boygd koma til tín, og øll tey, sum vanvirdu teg, skulu falla niður fyri føtur tínar; tey skulu kalla teg stað HARRANS, Zion hins Heilaga í Ísrael. Í staðin fyri at frammanundan øll høvdu vent tær bakið og hataðu teg, so eingin ferðaðist ígjøgnum teg, skal Eg gera teg til æviga dýrd, gleði mann eftir mann. Tú skalt súgva mjólk tjóðanna, ja, súgva bróst konga, og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, hin veldigi Jákups, endurloysari tín. Í staðin fyri kopar skal Eg geva gull, í staðin fyri jarn skal Eg geva silvur, í staðin fyri við kopar og í staðin fyri grót jarn. Til stýrismenn tínar seti Eg frið, rættferð at ráða yvir tær. Ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni. Sólin skal ikki longur vera ljós títt um dagin, og mánin skal ikki longur skína og lýsa hjá tær; nei, HARRIN skal vera æviga ljós títt, og Gud tín skal vera dýrd tín. Sól tín skal ikki longur ganga undir, og máni tín skal ikki taka av; tí HARRIN skal vera æviga ljós títt, og sorgardagar tínir skulu vera at enda. Og fólk títt tey eru øll somul rættvís; til ævigar tíðir skulu tey eiga landið; tey eru jú kvistur av tí, ið Eg havi plantað, handaverk Mítt, Mær til dýrd. Hin minsti skal verða til túsund, og tann, ið minst hevur at týða, til veldiga tjóð. Eg, HARRIN, Eg skal lata hetta henda brádliga, táið tíðin er komin. KAPITUL Hitt kúgaða Ísrael skal verða frelst og fáa stóra dýrd. Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys, at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja, at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd. Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann. Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara. Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga. Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut. Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey. Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað. Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum. Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða. KAPITUL Hin komandi dýrd Jerúsalems. Fyri Zions skuld tigi eg ikki, og fyri Jerúsalems skuld haldi eg meg ikki kvirran, fyrrenn rættvísi tess rennur upp sum sólskin, og frelsa tess sum brennandi kyndil. Tjóðirnar skulu síggja rættvísi tína, og allir kongar dýrd tína, og tú skalt verða kallað við nýggjum navni, sum muður HARRANS skal nevna. Tú skalt vera føgur krúna í hond HARRANS og kongligt høvuðprýði í hond Guds tíns. Tú skalt ikki longur verða kallað ?hin vrakaða?, ei heldur skal land títt longur verða kallað ?oyðimørk?; nei, tú skalt eita ?hon, ið eg havi hug á?, og land títt skal eita ?ektakona? tí HARRIN hevur hug á tær, og land títt skal verða tikið til ekta. Tí eins og ungur maður tekur moyggj til ekta, skulu børn tíni taka teg til ekta; og eins og brúðgómur gleðist yvir brúður, skal Gud tín gleðast yvir teg. Á múrar tínar, Jerúsalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið! Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerúsalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini! HARRIN hevur svorið um høgru hond Sína og veldiga arm Sín: Eg skal ikki longur geva fíggindum tínum korn títt at eta, ei heldur skulu fremmandir drekka vín títt, sum tú hevur havt sleip av; nei, tey, ið heysta kornið, skulu eta tað og prísa HARRANUM og tey, ið savna inn vínið, skulu drekka tað í forgørðum halgidóms Míns. Farið, farið um portrini, ruddið fólkinum vegin! Leggið, leggið veg, ruddið grótið burtur av honum! Reisið merki fyri fólkasløgini! Hoyrið HARRIN letur tað ljóða líka at enda jarðarinnar: Sigið við dóttur Zion: ?Hygg, frelsa tín kemur! Hygg, løn Hansara er við Honum, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!? Og tey skulu kallast ?hitt heilaga fólkið,? ?endurloystu HARRANS?, og sjálv skalt tú kallast ?hin søkta?, ?staðurin, ið ikki er yvirgivin.? KAPITUL Profetorð um Messias, Fólkið minnist hjálp Harrans fyrr og kallar á Hann, Hvør er Hesin, sum kemur úr Edom, úr Bozra í fagurreyðum klæðum, Hesin, sum klædningurin situr so vakurt á, sum er so prúður í mikla mátti Sínum? ?Tað eri Eg, Eg, sum tali rættvísi, sum eri mentur at frelsa.? Hví er klædningur Tín so reyður, hví eru klæði Tíni sum hansara, ið treður persuna? ?Eg havi troðið vínpersuna einsamallur eingin av tjóðunum hjálpti Mær; so tróð Eg tey í vreiði Míni, trampaði tey niður í bræði Míni; tá spríkti blóð teirra á klæði Míni, Eg fekk allan klædning Mín dálkaðan. Tí hevndardagurin var í hjarta Mínum, og endurloysingarár Mítt var komið. Eg hugdi rundan um Meg men har var eingin, ið hjálpti; Eg undraðist á, at eingin var har, sum styðjaði Meg; tá kom armur Mín Mær til hjálpar, og vreiði Mín styðjaði Meg; í vreiði Míni traðkaði Eg niður fólkasløg, gjørdi tey drukkin* í bræði Míni; blóð teirra læt Eg renna niður á jørðina.? Náði HARRANS skal eg minna um, prís HARRANS eftir øllum, ið HARRIN hevur gjørt okkum, og stóru góðsku Hansara móti húsi Ísraels at Hann gjørdi við tey eftir miskunn Síni og eftir stóru náði Síni. Hann segði: ?Tey eru jú fólk Mítt, tey eru børn, ið ikki svíkja!? Og Hann varð teimum frelsari. Í allari neyð teirra var eingin neyð; eingil andlits Hansara frelsti tey, og í kærleika Sínum og stóra mildleika Sínum endurloysti Hann tey, tók tey upp og bar tey dag eftir dag í farnum tíðum. Men tey, tey stóðu ímóti og gjørdu Heilaga Anda Hansara sorg; tá skifti Hann hug og gjørdist óvinur teirra, Hann stríddi sjálvur móti teimum. Tá hugsaði fólk Hansara um hinar gomlu tíðirnar, um Móses: Hvar er Hann, sum leiddi tey upp úr havinum saman við hirða fylgis Síns? Hvar er Hann, sum gav Heilaga Anda Sín mitt ímillum teirra Hann, sum læt dýrdararm Sín ganga fram undir høgru lið Mósesar, kleyv vøtnini fyri ásjón teirra til at gera Sær ævigt navn, Hann, ið leiddi tey gjøgnum djúpini sum hest gjøgnum oyðimørkina, so tey snávaðu ikki? Eins og fæið, ið fer oman í dalin, so leiddi Andi HARRANS tey til hvíldar; soleiðis leiddi Tú fólk Títt fyri at gera Tær dýrdarnavn. Skoða niður úr Himli og síggj úr heilaga og dýra bústaði Tínum! Hvar eru íðinskapur Tín og veldi Títt! Samkensla hjarta Tíns og miskunn Tín, tær halda seg frá mær! Og Tú ert tó faðir okkara! Ábraham veit jú einki um okkum, og Ísrael kennist ikki við okkum; Tú, HARRI, ert faðir okkara; ?Frelsari okkara frá ævunum?, tað er navn Títt. Hví letur Tú okkum villast burt av leiðum Tínum, HARRI? Hví herðir Tú hjarta okkara, so tað óttast Teg ikki? Hugsa um tænarar Tínar og vend við aftur, um ættirnar, ið eru arvalutur Tín! Lítla løtu hevði heilaga fólk Títt landið í ogn; óvinir okkara hava traðkað niður halgidóm Tín. Vit eru vorðin sum tey, ið Tú aldri hevur rátt yvir, og sum navn Títt ikki hevur verið nevnt yvir. KAPITUL Fólkið kallar framvegis á Harran. Hevði Tú viljað skrætt sundur himmalin og komið niður, so fjøllini skulvu fyri ásjón Tíni, eins og eldur fær turrar greinar at loga og vatn at kóka til at kunngjørt óvinum Tínum navn Títt og noytt fólkini at skelva fyri ásjón Tíni, táið Tú gjørdi øgilig verk, sum vit ikki høvdu væntað, táið Tú komst niður, so fjøllini nøtraðu fyri ásjón Tíni! Frá gamlari tíð hevur jú eingin spurt ella hoyrt, hevur einki eyga sæð nakran annan Gud enn Teg gera slíkt fyri tey, sum bíða eftir Honum. Tú kemur ímóti teimum, sum gera rættvísi við gleði, teimum, ið minnast Teg á leiðum Tínum. Men Tú vart vreiður, og vit syndaðu so hevur staðið við, og kundu vit tá verða frelst! Vit vórðu sum hin óreini øll somul, og øll rættvísi okkara varð sum dálkað plagg; sum leyvið følnaðu vit øll, og misgerðir okkara høvdu okkum avstað fyri sær sum vindurin. Og eingin er, sum kallar á navn Títt, sum mennir seg upp at halda fast við Teg; tí Tú hevur fjalt ásjón Tína fyri okkum og latið okkum tærast burt av misgerðum okkara. Men nú, HARRI! Tú ert Faðir okkara; vit eru leirið, og Tú ert tann, ið evnar okkum til handaverk Títt eru vit øll somul. HARRI, ver ikki so út av lagi vreiður, minst ikki til ævigar tíðir misgerð! Nei, minst til, at vit eru fólk Títt øll somul! Heiløgu býir Tínir eru vorðnir oyðimørk; Zion er vorðið oyðimørk, Jerúsalem liggur sum eyrdungi. Heilaga, dýra tempul okkara, sum fedrarnir lovaðu Tær í, er brent upp, og alt, ið vit elskaðu, liggur í eyrdunga. Fert Tú tá kortini at halda Teg frá okkum, HARRI? Fært Tú tagt og nívt okkum so svárt? KAPITUL Harrin svarar. Hann revsar fólkið, hóttir hini gudleysu og lovar Jerúsalem frelsu. Eg var til reiðar at lurta eftir teimum, ið ikki spurdu eftir Mær; Eg var at finna fyri tey, ið ikki leitaðu eftir Mær; við tað fólk, ið ikki er kallað við navni Mínum, segði Eg: ?Her eri Eg, her eri Eg!? Allan dagin breiddi Eg út hendur Mínar til treiskt fólk, sum gongur leið, ið ikki er góð, eftir sínum egnu hugsanum, fólk, sum altíð eggjar Meg til vreiði, beint upp í eyguni, sum ofrar í urtagørðum og brennir roykilsi á tigulsteinum, sum situr í grøvunum og er náttina á loynistøðum, sum etur svínakjøt og hevur íløtini full av viðurstyggiligari súpan, sum sigur: ?Far frá mær, kom mær ikki nær, eg eri heilagur fyri Teg!? Hesi menniskju eru Mær roykur í nøsini, eldur, ið brennur líðilangan dagin. Men tað stendur skrivað fyri ásjón Míni: Eg skal ikki tagna, fyrrenn Eg fái lønt tað, ja, lønt teimum tað í fangið, bæði misgerðir tykkara og misgerðir fedra tykkara sigur HARRIN at teir brendu roykilsi á fjøllunum og háðaðu Meg á heyggjunum; løn teirra skal Eg fyrst mála teimum í fangið. So sigur HARRIN: Eins og sagt verður, táið løgur finst í vínberi: ?Forkom tí ikki, tí signing er í tí!? so skal Eg gera fyri teirra skuld, sum tæna Mær, og ikki forkoma øllum. Eg skal lata ganga út avkom av Jákupi, og av Juda arvinga til fjøll Míni; hini útvaldu Míni skulu arva landið, og tænarar Mínir skulu búgva har; Saron skal verða smáfæi beiti, og Akorsdalur neytum hvíldarstað, fólki Mínum til gagn, teimum, ið søkja Meg. Men tit, ið venda HARRANUM bakið og gloyma heilaga fjall Mítt, sum borðreiða fyri Gad* og skeinkja Meni* kryddvín í steypið tykkum skal Eg geva upp til svørðið, og tit skulu allir noyðast at boyggja tykkum niður at verða dripnar aftur fyri at tit svaraðu ikki, táið Eg rópti, lurtaðu ikki, táið Eg talaði, men gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki. Tí sigur Harrin HARRIN so: Tænarar Mínir skulu eta, men tit skulu svølta; tænarar Mínir skulu drekka, men tit skulu tysta; tænarar Mínir skulu gleðast, men tit skulu skammast; tænarar Mínir skulu fegnast av hjartans gleði, men tit skulu rópa av hjartapínu og vena tykkum í vónloysi. Tit skulu lata navn tykkara eftir, hinum útvaldu Mínum til illbøn, og Harrin HARRIN skal drepa teg; men tænarar Sínar skal Hann rópa við øðrum navni, so at tann á jørðini, sum signar seg, skal signa seg í hinum trúfasta Gudi, og tann á jørðini, sum svør, skal svørja um hin trúfasta Gud. Tí hinar fyrru sorgirnar eru gloymdar og fjaldar fyri eygum Mínum. Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug. Men gleðið og frøið tykkum til ævigar tíðir um tað, ið Eg skapi! Tí Eg skapi Jerúsalem til fagnað og fólkið har til frøi; Eg skal fegnast um Jerúsalem og gleðast í fólki Mínum; har skal ikki longur hoyrast grátur, og ei heldur skríggj. Haðani skulu ikki aftur koma bróstabørn, ið liva bert nakrar fáar dagar, ei heldur gamal maður, ið nær ikki fullan aldur; nei, ungur maður skal tann vera, sum doyr hundrað ára gamal, og syndarin, ið er hundrað ára gamal, skal verða bannaður. Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína. Tey skulu ikki møða seg til einkis og ikki fáa børn til bráðan deyða; tí tey eru ætt, signað av HARRANUM, og avkom sítt sleppa tey at hava hjá sær. Áðrenn tey kalla, skal Eg svara, og meðan tey enn tala, skal Eg hoyra. Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum sigur HARRIN. KAPITUL Framhald. So sigur HARRIN: Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín hvat hús kunnu tit byggja Mær, og hvar er staðið, ið skuldi kunnað verið bústaður Mín! Hond Mín hevur jú gjørt alt hetta, og soleiðis varð alt hetta til sigur HARRIN. Men til henda skal Eg venda eyga Mítt, til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum. Hann, ið drepur tarv, er sum hann, ið drepur mann; hann, ið ofrar lamb, er sum hann, ið brýtur hálsin á hundi; hann, ið ofrar matoffur, er sum hann, ið ofrar svínablóð; hann, ið brennir roykilsi, er sum hann, ið prísar avgudum. Eins og tey hava valt sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra gleðir seg í andstygdum teirra, so skal Eg velja at gera teimum ilt, og tað, ið tey ræðast, skal Eg lata koma á tey aftur fyri at eingin svaraði, táið Eg rópti, eingin lurtaði eftir, táið Eg talaði nei, tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki. Hoyrið orð HARRANS, tit, ið skelva fyri orði Hansara! Brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum frá sær fyri navns Míns skuld, siga: ?Lat HARRAN vísa dýrd Sína, so vit fáa gleði tykkara at síggja!? Men teir skulu verða til skammar! Hoyrið óljóðið úr býnum! Rødd hoyrist úr templinum, rødd HARRANS Hann lønir fíggindum Sínum tað, ið teir hava gjørt! Áðrenn hon* fekk ilt, átti hon; áðrenn verkirnir komu á hana, hevur hon átt drong. Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir eini løtu! síðani Zion átti synir sínar, við tað sama sum hon fekk ilt. Skuldi Eg latið barnið komið í burðarliðin og forðað tí at verðið føtt! sigur HARRIN. Ella skuldi Eg, sum lati tað koma til, síðani stongt móðurlívið! sigur Gud tín. Gleðist við Jerúsalem og fegnist um hana, øll tit, ið elska hana! Frøist stórliga við henni, øll tit, ið syrgja um hana, so tit kunnu súgva og mettast av lívgandi brósti hennara, súgva og gleðast av stóru dýrd hennara! Tí so sigur HARRIN: Eg lati frið koma yvir hana eins og ánna og ríkidømi tjóðanna eins og løk, ið fløðir yvir bakkarnar, og tit skulu sleppa at súgva; á arminum skulu tit verða borin, og í fanginum skulu tit verða yndað. Sum móðir uggar barn sítt, skal Eg troysta tykkum; í Jerúsalem skulu tit verða troystað. Tit skulu síggja tað, og hjarta tykkara skal gleðast; bein tykkara skulu grønkast sum grasið, og síggjast skal, at hond HARRANS er við tænarum Hansara, men at Hann er illur við fíggindar Sínar. Tí HARRIN skal koma í eldi, og vagnar Hansara skulu vera sum stormurin til at løna aftur við vreiði Síni í glóðum og við hóttan Síni í logandi eldi; tí við eldi skal HARRIN halda dóm og við svørði Sínum sláa alt hold, og mong skulu tey verða, ið HARRIN drepur. Tey, sum halga og reinsa seg fyri urtagørðum* fylgjandi einum, ið er mitt ímillum teirra tey, sum eta svínakjøt og viðurstyggilig dýr, ja, mýs, skulu øll somul umkomast sigur HARRIN. Eg, Eg geri verk og hugsanir teirra til einkis; tann tíð kemur, táið Eg savni allar tjóðir og øll tungumál, og tey skulu koma og síggja dýrd Mína. Og Eg skal gera tekin millum teirra og senda nøkur av teimum, sum undansloppin eru, til tjóðirnar, til Tarsis, Pul og Lud bogamenninar til Tubal og Javan, til oyggjarnar langt burtur, sum ikki hava hoyrt tíðindini um Meg og ikki sæð dýrd Mína; og tey skulu millum fólkasløgini kunngera dýrd Mína. Og frá øllum tjóðum skulu tey koma við øllum brøðrum tykkara sum matofri til HARRAN, á hestum, í vagnum, í beristólum, á múldýrum og á kamelum, og føra teir niðan á heilaga fjall Mítt í Jerúsalem sigur HARRIN eins og Ísraelsmenn í reinum íløtum bera matofrið inn í hús HARRANS. Eisini av teimum* skal Eg taka Mær nakrar til prestar,** til Levitar sigur HARRIN. Tí eins og hin nýggi himmalin og hin nýggja jørðin, ið Eg skapi, verða verandi til ævigar tíðir fyri ásjón Míni sigur HARRIN so skal eisini avkom og navn tykkara verða verandi til ævigar tíðir. Hvønn sólkomudag og hvønn sabbat skal alt hold koma at tilbiðja fyri ásjón Míni, sigur HARRIN. Og tey skulu fara út og hyggja at hinum deyðu kroppum teirra manna, ið falnir eru frá Mær; tí ormur teirra skal ikki doyggja, eldur teirra skal ikki sløkna, og teir skulu vera øllum holdi viðurstygd. Ester KAPITUL Ahasverus heldur veitslu, Vasti drotning rikin burt, Á døgum Ahasverusar* tað var tann Ahasverus, sum ráddi úr India til Etiopia, yvir londum á teimum døgum ið Ahasverus sat í kongahásæti sínum í borgini Susan, hendi hetta: Triðja árið, ið hann sat við stýrið, helt hann veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; herhøvdingarnir í Persia og Media og stórmenn hansara og høvdingarnir í landspørtunum vóru gestir hjá honum. Og í mangar dagar dagar vísti hann teimum dýrd og ríkdóm kongadømis síns og skreyt og fagurleika stórleika síns. Táið hesir dagar vóru at enda, helt kongurin fyri øllum fólkinum, sum í borgini Susan var, bæði høgum og lágum, veitslu í sjey dagar í forgarðinum við urtagarð kongshallarinnar. Teppi av hvítum líni, bummull og bláum purpuri vóru við bondum av hvítari bummull og reyðum purpuri fest í silvurringar og at marmorsúlum; beinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvi, ið var lagt við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori. Drykkirnir vórðu bornir í gullskálum, og skálirnar líktust ikki hvør aðrari; har treyt ikki kongligt vín sum kongi sømdi. Og viðvíkjandi drekkingini var givin tann fyriskipan, at eingin skuldi noyðast; kongurin hevði givið fyristøðumonnum sínum tað boð, at ein og hvør skuldi fáa, so mikið sum hann vildi. Samstundis helt Vasti drotning veitslu fyri kvinnunum í kongaborg Ahasverusar kongs. Sjeynda dagin kongurin var tá í góðum lagi av víni segði hann við Mehuman, Bizta, Harbona, Bigta, Abagta, Zetar og Karkas, teir sjey hirðmenninar, ið tæntu hjá Ahasverusi kongi, at teir skuldu leiða Vasti drotning fram fyri kongin, við kongligari krúnu á høvdinum, so hann kundi vísa fólkunum og høvdingunum vakurleika hennara tí hon var ógvuliga vøkur. Men Vasti drotning noktaði at koma eftir boði kongsins, sum hirðmenninir bóru henni. Tá kom ógvuliga ilt í kongin vreiði hansara tendraðist. Og kongurin spurdi vísmenninar, sum skil høvdu á tíðunum soleiðis vórðu orð kongsins løgd fram fyri allar teir, sum kønir vóru í lóg og rætti; og teir, ið næstir stóðu honum, vóru Karsena, Setar, Admata, Tarsis, Meres, Marsena og Memukan, hinir sjey persisku og medisku høvdingarnir, ið sóu andlit kongsins og høvdu hægstu sætini í ríkinum -: ?Hvat eigur eftir lógini at verða gjørt við Vasti drotning, aftur fyri at hon hevur ikki gjørt, sum Ahasverus kongur við hirðmonnunum gav henni boð um?? Tá tók Memukan til orða, so kongurin og høvdingarnir hoyrdu: ?Vasti drotning hevur misbrotið seg, ikki bert móti konginum, men móti øllum høvdingunum og øllum fólkunum í øllum londum Ahasverusar. Tí tað fer at spyrjast millum allar kvinnurnar, hvussu drotningin hevur borið seg at, og hetta fer at fáa tær at vanvirða menn sínar; tær fara at siga: ?Ahasverus kongur beyð, at Vasti drotning skuldi verða leidd fram fyri hann, men hon kom ikki!? Ja, longu í dag fara høvdingafrúurnar í Persia og Media, táið tær fáa at frætta, hvussu drotningin hevur borið seg at, at svara øllum høvdingum kongsins á sama hátt og so fer ikki at tvørra vanvirðing og vreiði! Um tað tí líkar konginum, so lat kongligt boð ganga út og lat tað verða uppskrivað millum lógir Persara og Medara, so tað ikki stendur til at vika! at Vasti aldri uppaftur skal koma fyri eygu Ahasverusar kongs! Og kongligu tign hennara gevi kongurin eini aðrari kvinnu, sum er betri enn hon! Táið tá hetta boð, ið kongurin letur ganga út, verður kent um alt ríki hansara tí tað er stórt fara allar kvinnur, bæði høgar og lágar, at vísa monnum sínum virðing.? Hesi orð dámdi konginum og høvdingunum væl, og kongurin gjørdi, sum Memukan hevði sagt. Hann sendi brøv til øll lond kongsins til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli at hvør maður skuldi vera harri í húsi sínum og tala mál fólks síns. KAPITUL Ester verður drotning, Mordokai kemur eftir samansvørjing móti konginum, Men táið ein tíð var gingin, og Ahasverus kongur var sissaður, fór hann at hugsa um Vasti og tað, ið hon hevði gjørt, og tað, ið avgjørt var um hana. Tá søgdu menn kongsins, teir, ið tæntu hjá honum: ?Leitað eigur at verða eftir ungum, vøkrum moyggjum til kongin! Kongurin skuldi í øllum landspørtum ríkis síns sett menn at savna saman allar ungar, vakrar moyggjar og sent tær til kvinnuhúsið í borgini Susan og har latið Hegai, kvinnuvaktaran, hirðmann kongsins, ansað eftir teimum; lat tær síðani fáa salvur at salva seg við! Og tann unga genta, ið konginum líkar, skal so verða drotning í staðin fyri Vasti.? Hesi ráð dámdi konginum væl, og hann gjørdi so. Í borgini Susan var tá jødiskur maður, ið æt Mordokai; hann var sonur Ja'ir, son Sime'i, son Kis, Benjaminitur. Hann var fluttur burt úr Jerúsalem við fangunum, ið Nebukadnezar bábelskongur flutti í útlegd saman við Jekonja judakongi. Hann var fosturfaðir Hadassu, tað er Ester, dóttur faðirbróður hansara; tí hon átti hvørki faðir ella móður. Henda unga genta var vælvaksin og vøkur. Táið foreldur hennara vóru deyð, hevði Mordokai tikið hana til sín sum sína egnu dóttur. Táið nú tað kom út, sum kongurin hevði givið boð um og álagt, og nógvar ungar gentur vórðu savnaðar saman í borgini Susan, har Hegai varð settur at ansa eftir teimum, fóru teir eisini við Ester til kongshøllina og settu Hegai, kvinnuvaktaran, at ansa eftir henni. Honum dámdi væl hesa ungu gentu, og hon kom at standa væl í eygum hansara; tí skundaði hann sær at geva henni salvur at salva seg við og matin, ið hon skuldi hava, og læt hana eisini fáa tær sjey ungu genturnar úr kongshøllini, sum vóru ætlaðar at tæna henni; og hann læt hana og gentur hennara flyta inn í bestu rúm kvinnuhússins. Ester hevði einki sagt um fólk sítt og ætt sína; tí Mordokai hevði álagt henni einki at siga um hetta. Mordokai gekk hvønn dag aftur og fram uttan fyri forgarðin, ið hoyrdi til kvinnuhúsið, fyri at fáa at vita, hvussu Ester vitsti við, og hvat ið við hana varð gjørt. Nú var tað so, at táið tíðin var komin hjá eini av teimum ungu gentunum at fara inn til Ahasverus kong, eftir at í tólv mánaðir var gjørt við hana, soleiðis sum fyriskrivað var um kvinnurnar tí so long tíð gekk at salva tær, seks mánaðir við myrraolju og seks mánaðir við angandi salvum og øðrum salvum, ið kvinnur nýta táið tá hin unga gentan fór inn til kongin, slapp hon at hava við sær úr kvinnuhúsinum til kongshøllina alt tað, ið hon bað um. Um kvøldið fór hon inn, og um morgunin kom hon aftur til hitt kvinnuhúsið, har Sa'asgaz, hirðmaður kongsins, hjákonuvaktarin, varð settur at ansa eftir henni; hon kom ikki inn aftur til kongin, uttan so var, at kongurin hevði slíkan hug á henni, at serlig boð vórðu send eftir henni at koma til hansara. Táið nú tíðin at fara inn til kongin var komin hjá Ester dóttur Abihajil, faðirbróður Mordokai, fosturfaðir hennara bað hon einki um uttan tað, ið Hegai, hirðmaður kongsins, kvinnuvaktarin, mældi henni til. Og øll, ið sóu Ester, vórðu góð við hana. Í tíggjunda mánaði tebet mánaði sjeynda árið ið Ahasverus kongur sat við stýrið, varð Ester leidd til hansara, inn í kongligu høll hansara. Og kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti. Síðani helt kongurin, Ester til heiður, stóra veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum, og hann eftirgav skatt í londum sínum og gav gávur, sum kongi sømdi. Táið aðru ferð moyggjar vórðu savnaðar saman, sat Mordokai í kongsportrinum. Men Ester hevði soleiðis sum Mordokai hevði álagt henni einki sagt um ætt sína og fólk sítt; tí Ester gjørdi í einum og øllum, sum Mordokai segði, eins og hon hevði gjørt, táið hon varð uppfostrað hjá honum. Meðan Mordokai tá sat í kongsportrinum, vórðu Bigtan og Teres, tveir hirðmenn kongsins, sum hoyrdu til duravaktararnar, illir inn á Ahasverus kong og ætlaðu at leggja hendur á hann, táið til bar. Hetta fekk Mordokai at vita, og hann segði Ester drotning tað; og Ester bar konginum hesi boð frá Mordokai. Málið varð nú granskað, og við tað at hetta varð funnið at vera so, vórðu teir báðir hongdir í gálga. Hetta varð uppskrivað í krønikubókina, so kongurin sá. KAPITUL Haman ætlar at drepa allar jødar í Persararíkinum. Nakað eftir hetta gjørdi Ahasverus kongur Haman Agagit, son Hammedata, stóran og gav honum meiri heiður og størri vald enn øllum høvdingunum, ið hjá honum vóru. Allir tænarar kongsins, sum í kongsportrinum vóru, fullu á knæ og kastaðu seg niður fyri Haman; tí so hevði kongurin boðið um hann. Men Mordokai fall ikki á knæ og kastaði seg ikki niður fyri honum. Tá søgdu tænarar kongsins, sum í kongsportrinum vóru, við Mordokai: ?Hví brýtur tú boð kongs?? Og táið teir høvdu sagt hetta við hann fleiri dagar upp í slag, og hann lurtaði ikki eftir teimum, søgdu teir Haman tað fyri at vita, um lagt mundi fara at verða í grundirnar, sum Mordokai gav; tí hann hevði sagt teimum, at hann var Jødi. Táið nú Haman sá, at Mordokai hvørki fall á knæ ella kastaði seg niður fyri honum, kom ógvuliga ilt í hann. Og táið honum varð sagt, hvørjum fólki Mordokai var av, tykti honum vera ov lítið at leggja hond bert á Mordokai; nei, hann setti sær fyri at fáa týnt allar Jødar, sum vóru í øllum ríki Ahasverusar, av tí at tað var fólkið, ið Mordokai var av. Í fyrsta mánaði, tað er nisan mánaði, tólvta árið ið Ahasverus kongur sat við stýrið, varð pur tað er lutur kastaður fyri eygum Hamans, um hvønn dag fyri seg og hvønn mánað fyri seg, líka til tólvta mánað, tað er adar mánað. Síðani segði Haman við Ahasverus kong: ?Her er eitt fólk, ið býr spjatt og fyri seg sjálvt millum hini fólkini í øllum landspørtum ríkis tíns; lógir teirra líkjast ikki lógunum hjá nøkrum øðrum fólki, og tey gera ikki eftir lógum kongsins. Tað sømir seg ikki fyri kongin at lata tey vera í friði. Um tað líkar konginum, so lat ganga út skrivligt boð um, at tey skulu verða týnd! Eg fari tá at kunna viga upp í hendur embætismannanna talentir av silvuri at verða lagt í skattkømur kongsins.? Tá tók kongurin innsiglisringin av hondini og flýddi Haman Agagiti hann, syni Hammedata, jødafíggindanum. Kongurin segði við Haman: ?Silvurið er tær givið, og við fólkið kanst tú gera, sum tær tykir best.? Boð vórðu send eftir skrivarum kongsins tann trettanda í fyrsta mánaði og teir skrivaðu, á allan hátt sum Haman beyð, til jallar kongsins, til landstjórarnar yvir hvørjum landsparti fyri seg og til høvdingarnar yvir hvørjum fólki fyri seg til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli. Í navni Ahasverusar kongs vórðu brøvini skrivað, og tey vórðu innsiglað við innsiglisringi kongsins. So vórðu snarboð send við brøvum til allar landspartar kongsins, at allir Jødar skuldu verða týndir, dripnir og fyribeindir, bæði ung og gomul, smábørn og kvinnur, øll ein dag, tann trettanda í tólvta mánaði tað er adar mánaði og at tað, ið tey áttu, skuldi verða givið til rán. Fyri at hetta boð skuldi verða kent í øllum landspørtunum, varð avskrift av brævinum kunngjørd øllum fólkunum, so tey kundu vera til reiðar tann dagin. Eftir boði kongsins fóru snarboðini skundisliga avstað, við tað sama sum boðið var givið í borgini Susan. So settust kongurin og Haman at drekka; men býurin Susan var sligin av ræðslu. KAPITUL Jødarnir syrgja, Ester lovar Mordokai, at hon skal fara til kongin, Táið Mordokai fekk at vita alt tað, ið hent hevði, skræddi hann klæði síni, læt seg í sekk og øsku og fór út í býin og rópti hart og sáran. Hann kom líka at kongsportrinum og steðgaði framman fyri tað; tí eingin, sum var í syrgibúna, hevði loyvi at fara inn í kongsportrið. Og í øllum landspørtunum, hagar orð og boð kongsins kom, varð stór sorg millum Jødarnar, føsta, grátur og venan, ja, mong reiddu upp undir sær við sekki og øsku. Hinar ungu gentur Esterar og hirðmenn hennara komu nú og søgdu henni hetta. Tá fall ógvulig angist á drotningina, og hon sendi Mordokai klæði, sum hann kundi fara í, í staðin fyri syrgibúnan, sum hann gekk í; men hann vildi ikki hava tey. Ester sendi tá boð eftir Hatak, einum hirðmanni kongsins, sum hann hevði sett at tæna henni, og segði við hann at fara til Mordokai og fáa at vita, hvat ið bagdi, og hví hann bar seg so at. Hatak fór so til Mordokai; hann var á býtorginum framman fyri kongsportrið. Mordokai segði honum alt tað, ið hent hann hevði, og nevndi fyri honum, júst hvussu nógv silvur Haman hevði lovað at viga út til skattkømur kongsins fyri at fáa Jødarnar týndar. Hann læt hann eisini fáa avskrift av tí skrivaða boðnum um at gera enda á teimum, sum givið var í Susan; hana skuldi hann vísa Ester og siga henni alt og áleggja henni at fara inn fyri kongin og biðja og bøna hann um at vísa fólki hennara náði. Hatak kom nú og læt Ester vita tað, ið Mordokai hevði sagt. Tá segði Ester við Hatak, at hann skuldi fara til Mordokai og siga: ?Allir tænarar kongs og fólkið í landspørtum kongs vita, at fer onkur, maður ella kvinna, inn í hin innara garðin til kong og boð ikki hava verðið send eftir honum so geldur fyri øll slík sama lóg: At tey skulu lata lív uttan so er, at kongur rættir út gullstav sín móti teimum; tá sleppa tey at liva. Men nú í tríati dagar hava ikki boð verið eftir mær at koma inn til kong.? Táið Mordokai fekk at hoyra tað, ið Ester hevði sagt, segði hann, at hetta svar skuldi verða borið Ester: ?Ikki skalt tú hugsa, at tú einsamøll av øllum Jødum skalt sleppa, fyri tað at tú ert í kongshøllini! Nei, tigur tú nú, so fáa Jødarnir kortini hjálp og bjarging aðrastaðni frá, men tú og ætt tín, tit skulu farast! Og hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?? Tá sendi Ester Mordokai hetta svar: ?Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur nátt og dag mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!? Mordokai fór tá og gjørdi alt tað, ið Ester hevði álagt honum. KAPITUL Ester hjá konginum, Heldur veitslu fyri honum og Haman, Haman reisir Mordokai gálga, Triðja dagin læt Ester seg í kongligt skrúð og fór inn í hin innara garð kongshallarinnar; har stóð hon, beint fyri kongshøllini, og kongurin sat í kongahásæti sínum í kongshøllini, beint inn av durum hallarinnar. Táið nú kongurin sá Ester drotning standa í garðinum, fann hon náði fyri eygum hansara; kongurin rætti út móti Ester gullstavin, sum hann hevði í hondini, og Ester gekk fram og nam við enda stavsins. Kongurin segði við hana: ?Hvat bagir, og hvat vilt tú hava, Ester drotning? Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!? Ester svaraði: ?Um tað líkar konginum, vildi eg fegin, at kongurin og Haman í dag høvdu komið í veitslu, sum eg havi gjørt honum til.? Tá segði kongurin: ?Skundið tykkum og farið eftir Haman, so verða kann, sum Ester vil!? Kongurin og Haman komu nú í veitsluna, sum Ester hevði gjørt til. Sum tey nú sótu og drukku vín, segði kongurin við Ester: ?Hvat er bøn tín? Hon skal verða tær veitt! Og hvat vilt tú hava? Um tað so er hálvt ríkið, skuldi tað ikki verðið tær sýtt!? Ester svaraði: ?Bøn mín og tað, ið eg vil, er: Havi eg funnið náði fyri eygum kongsins, og líkar tað konginum at veita mær bønina, ið eg biði, og ikki sýta mær tað, ið eg vil hava, so mugu kongurin og Haman koma í veitslu, sum eg ætli at gera teimum til! Í morgin skal eg tá gera, sum kongurin sigur.? Haman fór haðani tann dagin, glaður og í góðum lagi; men táið hann sá Mordokai í kongsportrinum, og at hann hvørki reisti seg fyri honum ella rørdi seg, varð hann fullur av vreiði móti Mordokai. Tó helt hann sær og fór til hús. So sendi hann boð eftir vinmonnum sínum og eftir Zeres, konu síni, og segði teimum frá ríkidømi sínum og dýrd síni, hvussu mangar synir hann átti, og frá øllum, hvussu kongurin hevði gjørt hann stóran, og hvussu hann hevði sett hann hægri enn høvdingar og tænarar kongsins. Og Haman segði: ?Eisini læt Ester drotning ongan annan enn meg sleppa við kongi í veitsluna, sum hon hevði gjørt til, og hon hevur boðið mær saman við kongi í morgin eisini. Men alt hetta er mær ikki nóg mikið, so leingi sum eg síggi handa Jødan Mordokai sita í kongsportrinum!? Tá søgdu tey við hann, Zeres, kona hansara, og allir vinmenn hansara: ?Lat reisa gálga, alin høgan, og tala so í morgin við kong um at lata Mordokai heingja í hann! Far so glaður við kongi í veitsluna!? Hesi ráð dámdi Haman væl, og hann læt gálgan reisa. KAPITUL Mordokai kemur til heiður. Somu nátt legðist kongurin í andvekur. Hann bað teir tá fara eftir krønikubókini, sum minniligar hendingar vóru uppskrivaðar í; lisið varð so úr henni fyri konginum. Har funnu teir skrivað, at Mordokai hevði sagt frá, hvussu Bigtana og Teres, tveir hirðmenn kongsins, sum hoyrdu til duravaktararnar, høvdu ætlað at lagt hendur á Ahasverus kong, táið til bar. Kongurin spurdi tá: ?Er Mordokai heiðraður og gjørdur stórur fyri hetta?? Tænarar kongsins svaraðu: ?Honum er eingin heiður vístur!? Nú spurdi kongurin: ?Hvør er tað, sum er úti í garðinum?? Haman var júst tá komin inn í ytra garð kongshallarinnar og ætlaði at biðja kongin lata Mordokai heingja í gálgan, sum hann hevði latið reisa honum. Tænarar kongsins svaraðu tá: ?Tað er Haman, sum stendur úti í garðinum.? Kongurin segði: ?Latið hann koma inn!? Táið Haman var inn komin, spurdi kongurin hann: ?Hvat eigur at verða gjørt við tann mann, ið kongurin hevur hug at vísa heiður?? Haman hugsaði við sær sjálvum: ?Hvønn skuldi kongur havt hug at heiðrað meir enn meg!? Hann segði tí við kongin: ?Hevur kongurin hug at vísa manni heiður, so skal verða farið eftir kongligum klædningi, sum kongurin sjálvur hevur verið í, og hesti, sum kongurin sjálvur hevur riðið á, og á hvørs høvd konglig krúna er sett; síðani skulu klædningurin og hesturin gevast einum hinum hægsta høvdinga kongsins í hendur; hann skal so lata mannin, ið kongurin hevur hug at heiðra, fara í klædningin og ríða á hestinum gjøgnum gøturnar í býnum, og rópa fyri honum: ?Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur hevur hug at heiðra!?? Tá segði kongurin við Haman: ?Skunda tær, tak klædningin og hestin soleiðis sum tú hevur sagt og ger hatta við Mordokai Jøda, sum situr í kongsportrinum! Lat einki verða ógjørt av øllum, ið tú hevur sagt!? Haman tók tá klædningin og hestin, læt Mordokai fara í klædningin og ríða gjøgnum gøturnar í býnum og rópti fyri honum: ?Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur hevur hug at heiðra!? Síðani fór Mordokai aftur í kongsportrið. Men Haman skundaði sær til hús, sorgarbundin og við høvdinum innsveipaðum. Og Haman segði Zeres, konu síni, og øllum vinmonnum sínum alt tað, ið hent hann hevði. Tá søgdu vísmenn hansara og Zeres, kona hansara, við hann: ?Er hann av jødiskari ætt, hasin Mordokai, sum tú ert byrjaður at falla fyri, so ert tú einki mentur móti honum, men kemur at falla heilt fyri honum!? Meðan tey enn tosaðu við hann, komu hirðmenn kongsins og fóru skundisliga við Haman í veitsluna, sum Ester hevði gjørt til. KAPITUL Haman feldur. Kongurin og Haman komu nú í veitsluna hjá Ester drotning. Sum tey tá sótu og drukku vín, segði kongurin eisini henda seinna dagin við Ester: ?Hvat er bøn tín, Ester drotning? Hon skal verða tær veitt! Og hvat vilt tú hava? Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tað ikki verðið tær sýtt!? Tá svaraði Ester drotning: ?Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, kongurin, og líkar tað konginum, so lat lív mítt verða mær givið eftir bøn míni, og fólk mítt eftir ynski mínum! Tí vit eru seld, bæði eg og fólk mítt, til at verða týnd, dripin og fyribeind. Høvdu vit so bert verið seld at verðið trælir og trælkvinnur, skuldi eg tagt, men nú er fíggindi okkara ikki førur fyri at bøta konginum skaðan.? Ahasverus kongur spurdi Ester drotning: ?Hvør er hann, og hvar er hann, ið hevur vágað sær at gera hetta?? Ester svaraði: ?Ein mótstøðumaður og fíggindi illi Haman, ið har situr!? Tá varð Haman sligin av ræðslu fyri konginum og drotningini. Kongurin reistist í vreiði, rýmdi úr veitsluni og fór út í urtagarð hallarinnar; men Haman steðgaði eftir, at biðja Ester drotning um lív sítt; tí hann dugdi at síggja, at kongurin hevði gjørt av at lata vanlukkuna koma yvir hann. Táið nú kongurin kom aftur úr urtagarði hallarinnar, inn í salin, har sum veitslan hevði verðið hildin, hevði Haman kastað seg niður yvir beinkin, ið Ester drotning sat á. Tá segði kongurin: ?Man hann enntá ætla at neyðtaka drotningina her í mínum egna húsi!? Kongurin hevði ikki meir enn talað hetta orð, tá sveipaðu teir inn andlit Hamans. Og Harbona, ein av hirðmonnum kongsins segði: ?Við hús Hamans stendur longu gálgi, alin høgur, sum hann sjálvur hevur latið reisa Mordokai, honum, sum einaferð talaði tað, ið var konginum til so stóran bata!? Tá segði kongurin: ?Heingið hann í hann!? Teir hongdu nú Haman í gálgan, sum hann hevði latið reisa Mordokai. So sissaðist kongurin. KAPITUL Mordokai settur í stað Hamans, Jødarnir fáa loyvi at verja seg og hevna seg á fíggindar sínar, Sama dag gav Ahasverus kongur Ester drotning húsið, ið Haman, fíggindi Jødanna, hevði átt. Og Mordokai fekk loyvi at koma inn fyri kongin; tí Ester hevði sagt honum, hvat hann hevði verið fyri hana. Kongurin tók innsiglisring sín, sum hann hevði tikið frá Haman, og gav Mordokai hann; og Ester setti Mordokai yvir hús Hamans. Men Ester vendi sær aftur til kongin, kastaði seg niður fyri fótum hansara og græt og bønaði hann um at gera til einkis óndskap Hamans Agagits og ráðini, ið hann hevði lagt upp móti Jødunum. Og kongurin rætti út gullstavin móti Ester; tá reistist Ester og steig fram fyri kongin og segði: ?Líkar tað konginum, og havi eg funnið náði fyri ásjón hansara, heldur kongurin tað vera beint, og eri eg góð í eygum hansara so lat verða givið skrivligt boð um at taka aftur brøvini, ið hini óndu ráð Hamans Agagits, sonar Hammedata, stóðu í, tey, sum hann skrivaði til at fáa beint fyri Jødunum í øllum landspørtum kongsins! Hvussu skal eg orka at síggja vanlukkuna, ið kemur yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja, at ætt mín týnist!? Tá segði Ahasverus kongur við Ester drotning og Jødan Mordokai: ?Hús Hamans havi eg givið Ester, og sjálvur er hann hongdur í gálgan, aftur fyri at hann ætlaði at leggja hond á Jødarnar. Skrivið tí nú tit brøv um Jødarnar í navni kongsins, soleiðis sum tykkum tykir best, og innsiglið tey við innsiglisringi kongsins! Tí tað bræv, sum skrivað er í navni kongsins og innsiglað við innsiglisringi kongsins, kann ikki takast aftur.? Boð vórðu nú við tað sama tann triðja og tjúgunda í triðja mánaði, tað er sivan mánaði send eftir skrivarum kongsins, og skrivað varð, á allan hátt soleiðis sum Mordokai gav boð um, til Jødarnar og jallarnar, landstjórarnar og høvdingarnar í londunum, úr India líka til Etiopia, landspørtum, til hvønn landspart í hansara egnu skrift og til hvørja tjóð á hennara egna tungumáli, eisini til Jødarnar í skrift teirra og á tungumáli teirra. Hann skrivaði í navni Ahasverusar kongs og innsiglaði við innsiglisringi kongsins. Síðani sendi hann brøvini avstað við snarboðum, ið riðu á gangarum úr støllum kongsins. Í teimum stóð, at kongurin gav Jødunum í hvørjum býi loyvi at taka seg saman og verja lívið og í hvørjum fólki og landsparti at týna, drepa og oyða allar vápnaðar skarar, sum gjørdu álop á teir, ja, børn og kvinnur við, og at ræna tað, ið tey áttu alt ein og sama dag í øllum landspørtum Ahasverusar kongs, tann trettanda í tólvta mánaði, tað er adar mánaði. Fyri at hetta boð skuldi verða kent í øllum landspørtunum, varð avskrift av brævinum kunngjørd øllum fólkunum, so Jødarnir kundu vera til reiðar tann dagin og hevna seg á fíggindar sínar. Eftir boði kongsins fóru snarboðini, ið riðu á hinum kongligu gangarunum, avstað, so skjótt sum teir kundu, við tað sama sum hetta lógboð var givið í borgini Susan. Men Mordokai gekk út frá konginum í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni, við stórari gullkrúnu og í kápu av fínum líni og reyðum purpuri; og býurin Susan rópti hart av gleði og var fróur. Hjá Jødunum var nú ljós og gleði, frøi og heiður; og í hvørjum landsparti og hvørjum býi, allastaðni har sum orð og boð kongsins kom, varð gleði og frøi millum Jødarnar, veitsluhald og høgtíð. Og millum fólkini í landinum vóru mong, sum gjørdust Jødar; tí ótti fyri Jødunum var fallin á tey. KAPITUL Jødarnir hevna seg, Purimhøgtíðin, Tann trettanda í tólvta mánaði, tað er adar mánaði tann dag ið orð og boð kongsins skuldi verða sett í verk, og fíggindar Jødanna høvdu vónað at fáa vald á teimum men nú hevði tað vent sær so, at Jødarnir fingu vald á fíggindum sínum tann dag tóku Jødarnir seg saman í býum sínum í øllum londum Ahasverusar kongs til at leggja hond á tey, ið vildu teimum ilt; og eingin var mentur at standa seg móti teimum; tí ótti fyri teimum var fallin á øll fólkini. Allir høvdingar landanna og jallarnir, landstjórarnir og embætismenn kongsins hjálptu Jødunum; tí ótti fyri Mordokai var fallin á teir. Mordokai var nú stórur maður við hirð kongsins, og hann var tiltikin í øllum londunum; tí hesin Mordokai fekk meir og meir at siga. Jødarnir slógu tá nú allar fíggindar sínar við svørði, deyða og undirgangi, og teir gjørdu, sum teir vildu, við tey, ið hataðu teir. Í borgini Susan drópu og týndu Jødarnir menn. Eisini Parsandata, Dalfon, Aspata, Porata, Adalja, Aridata, Parmasta, Arisai, Aridai og Vaizata hinar tíggju synir Haman, son Hammedata, fígginda Jødanna drópu teir. Men fongin nurtu teir ikki. Sama dag fekk kongurin at frætta tal teirra, ið dripnir vóru í borgini Susan. Tá segði kongurin við Ester drotning: ?Í borgini Susan hava Jødarnir dripið og beint fyri monnum og hinum tíggju sonum Haman hvat munnu teir tá ikki hava gjørt í hinum landspørtum kongsins! Og nú hvat er bøn tín? Hon skal verða tær veitt! Og hvat meiri vilt tú hava? Tað skal ikki verða tær sýtt!? Ester svaraði: ?Líkar tað konginum, so lat Jødarnar í Susan eisini í morgin sleppa at gera á sama hátt sum í dag, og lat hinar tíggju synir Haman verða hongdar í gálgan!? Kongurin beyð tá, at so skuldi verða gjørt, og boð um hetta gekk út í Susan; hinir tíggju synir Haman vórðu hongdir. Jødarnir, sum í Susan vóru, tóku seg saman eisini tann fjúrtanda í adar mánaði og drópu í Susan mans. Men fongin nurtu teir ikki. Hinir Jødarnir í londum kongsins tóku seg eisini saman og vardu lívið og fingu frið fyri fíggindum sínum; teir drópu av teimum, ið hataðu teir. Men fongin nurtu teir ikki. Hetta hendi tann trettanda í adar mánaði. Tann fjúrtanda hvíldu teir seg, og teir gjørdu hann til veitslu- og gleðidag. Men Jødarnir í Susan tóku seg saman bæði tann trettanda og tann fjúrtanda í mánaðinum og hvíldu seg tann fimtanda; og teir gjørdu hann til veitslu- og gleðidag. Tí halda Jødarnir úti á bygd teir, sum búgva uttan fyri víggirdar staðir tann fjúrtanda í adar mánaði sum gleðidag við veitsluhaldi og høgtíð; tey senda tá hvørt øðrum gávur av matinum, ið tey hava gjørt til. Mordokai skrivaði upp allar hesar hendingar og sendi brøv til allar Jødar í øllum londum Ahasverusar kongs, nær og langt burtur, og ásetti teimum tað sum lóg, at tey ár eftir ár skuldu halda tann fjúrtanda og tann fimtanda í adar mánaði, av tí at hetta vóru dagarnir, ið Jødarnir fingu frið fyri fíggindum sínum, og av tí at tað var í tí mánaðinum, at trongd teirra vendist til gleði, og sorg teirra í hátíð; tí skuldu tey gera hesar dagar til veitslu- og gleðidagar og senda hvørt øðrum mat og hinum fátæku gávur. Jødarnir ásettu sær sum fastan sið tað, ið teir nú fyrstu ferð høvdu gjørt, og sum Mordokai hevði skrivað til teirra um. Tí Haman Agagitur, sonur Hammedata, hann, ið hataði allar Jødar, hevði lagt upp ráð móti Jødunum, til at týna teir, og hevði kastað pur tað er lut til at forkoma teimum og týna teir; men kongurin hevði, táið hon* hevði sagt honum hetta, við brævi givið boð um, at hini óndu ráð, ið hann hevði lagt upp móti Jødunum, skuldu falla aftur á hansara egna høvd, og latið hann og synir hansara heingja í gálgan. Tí róptu tey hesar dagar purim eftir orðinum pur. Og tað, sum í hesum brævi stóð, og tað, ið teir sjálvir høvdu sæð sum hevði hent teir gjørdi, at Jødarnir gjørdu av og ásettu sum fastan sið hjá sær og eftirkomarum sínum og hjá øllum, ið gingu í felag við teir, at tey ár eftir ár skuldu halda hesar báðar dagar eftir fyriskipanini um teir, og tíðina ið ásett var at hesir dagar skuldu verða minstir og hildnir gjøgnum allar tíðir og av øllum ættum, í hvørjum landsparti og hvørjum býi, at Jødarnir ikki skuldu leggja av at halda hesar purimdagar, og at eftirkomarar teirra aldri skuldu gloyma teir. Ester drotning, dóttir Abihajil, og Mordokai Jødi skrivaðu uppaftur bræv við veldisorðum til at staðfesta tað, sum stóð í hesum nýggja brævinum um purim. Og hann sendi brøv við friðar- og sannleiksorðum til allar Jødar í hinum landspørtunum í ríki Ahasverusar, til at staðfesta sum lóg, at tey skuldu halda hesar purimdagar, tíðina ið ásett var, soleiðis sum Mordokai Jødi og Ester drotning høvdu gjørt av um teir, og soleiðis sum tey høvdu ásett fyri seg sjálv og eftirkomarar sínar um føsturnar og sorgarrópini hesar dagar. Soleiðis vórðu, eftir boði Esterar, hesar fyriskipanir um purim staðfestar sum lóg; og tað varð skrivað í bók. KAPITUL Vald Mordokais. Ahasverus kongur legði skatt á landið og á oyggjar havsins. Men alt tað, sum hann gjørdi í mátti og veldi sínum, og greinilig frásøgn um tignina, ið kongurin lyfti Mordokai til, er skrivað í hini medisku og hini persisku kongakrøniku. Tí Mordokai Jødi gekk Ahasverusi kongi næstur, og hann var nógv ærdur av Jødunum og elskaður av hinum mongu landsmonnum sínum; hann virkaði fólki sínum til bata og talaði allari ætt síni til besta. Ezekiel KAPITUL Ezekiel sær í sjón Harran í hásæti dýrdar Hansara. Tann fimta í fjórða mánaði tríatinda árið eg var tá millum hini herleiddu við Kebará opnaðist himmalin, og eg sá sjónir frá Gudi. Tann fimta í mánaðinum tað var fimta árið, eftir at Jójakin kongur var farin í útlegd kom orð HARRANS til Ezekiel prest, son Buzi, í Kaldearalandi, við Kebará, og hond HARRANS kom har yvir hann. Og eg fekk at síggja harðveður koma norðaneftir, stórt skýggj við logandi eldi, og bjart skin var rundan um tað; mitt í tí, mitt í eldinum, sást nakað, ið var eins og blankur málmur. Mitt í tí sást nakað, sum líktist fýra livandi verum, ið sóu soleiðis út: Tær vóru sum menniskju at síggja; men tær høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir; føtur teirra vóru beinir, og fótabløð teirra vóru sum føturnir á kálvi; teir skinu sum blankt kopar. Menniskjahendur høvdu tær undir veingjunum á øllum fýra síðum. Við andlitum og veingjum teirra var so á øllum fýra: Veingir teirra lógu hvør upp at øðrum; táið tær gingu, vendu tær sær ikki, nei, tær gingu allar beint fram. Andlit teirra líktust menniskjaandliti; men andlit sum leyva høvdu tær allar fýra høgrumegin, andlit sum neyt høvdu tær allar fýra vinstrumegin, og andlit sum ørn høvdu tær eisini allar fýra. So var við andlitum teirra. Veingir teirra vóru útbreiddir upptil; hvør veran hevði tveir veingir, sum tær numu hvør við aðra við, og tveir, sum fjaldu likam teirra. Tær gingu allar beint fram; hagar sum andin vildi fara, fóru tær; tær vendu sær ikki, táið tær gingu. Hesar livandi verur sóu út eins og gløður, ið brunnu sum kyndlar; eldurin fór aftur og fram millum hinar livandi verurnar; hann hevði bjart skin, og snarljós gingu út úr eldinum. Hinar livandi verurnar fóru aftur og fram og skygdu sum snarljós. Táið eg nú hugdi at hinum livandi verunum, sá eg, at eitt hjól stóð á jørðini hjá hvørji hini livandi veruni; tey vendu í fýra ættir. Hjólini sóu út, sum tey vóru gjørd av einumhvørjum, ið líktist krýsolit, og tey sóu líka út øll fýra; tað sá út, sum tey vóru gjørd so, at eitt hjólið var innan í øðrum. Í allar fýra ættir gingu tey, táið tey gingu; tey vendu sær ikki, táið tey gingu. Hjólgjarðirnar vóru høgar og øgiligar, og tær vóru á øllum fýra hjólunum fullar av eygum allan vegin runt. Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið hinar livandi verurnar lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við. Hagar ið andin vildi fara, fóru tær; og hjólini lyftu sær samstundis sum tær; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum. Táið hinar livandi verurnar gingu, gingu tey við; táið tær stóðu, stóðu tey við, og táið tær lyftu sær upp frá jørðini, lyftu hjólini sær við lið teirra; tí andi hinna livandi veranna var í hjólunum. Yvir høvdum hinna livandi veranna var nakað, ið líktist hvølvi, sum skínandi krystal at síggja; tað var tant út uppi yvir høvdum teirra. Undir hvølvinum stóðu veingir teirra beint út, so teir numu hvør við annan; hvør teirra hevði báðumegin tveir veingir, sum fjaldu likam teirra. Táið tær gingu, hoyrdi eg ljóðið av veingjum teirra, tað var sum ljóðið av stórum vøtnum, sum rødd hins Alvalda, ógvuligur duni, sum gnýggið, har ein herur hevur tilhald. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga. Rødd hoyrdist uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra. Men táið tær stóðu, lótu tær veingirnar síga. Uppi yvir hvølvinum, ið var yvir høvdum teirra, var nakað, ið sá út til at vera av safirsteini, og sum líktist hásæti; og uppi á hesum, ið líktist hásæti, var Ein, sum av útsjónd líktist menniskja. Eg sá nakað, ið líktist blonkum málmi sum eld at síggja við ringi av ljósi rundanum, frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og uppeftir. Men frá har sum lendar Hansara tyktust at vera og niðureftir, sá eg nakað, ið sá út sum eldur, og rundan um Hann var bjart skin. Eins og at síggja bogan í skýnum regndag, var at síggja skinið har rundanum. Soleiðis sá dýrd HARRANS út sum hon vísti seg fyri mær. Táið eg sá tað, fall eg á andlit mítt og hoyrdi rødd Eins, ið tosaði. KAPITUL Ezekiel verður sendur at tala til Ísrael, Bókrullan, Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! Reis teg á føtur, so Eg fái talað við teg!? Og sum Hann talaði við meg, kom andi í meg, sum fekk meg á føtur at standa; eg lurtaði so eftir Honum, ið talaði við meg. Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! Eg sendi teg til Ísraelsmenn, hasar fráfalnu heidningar, ið eru falnir frá Mær; líka til henda dag hava teir sum fedrar teirra verið Mær trúleysir. Og til synirnar við frekum andlitum og hørðum hjørtum sendi Eg teg, og tú skalt siga við teir: ?So sigur Harrin HARRIN!? Um teir nú lurta eftir ella ikki tí ólýðin ætt eru teir so skulu teir sanna, at profetur hevur verið millum teirra. Men tú, menniskjasonur! Ræðst teir ikki, óttast ikki orð teirra! Tí notur og tornir eru rundan um teg, og millum skorpiónir býrt tú. Óttast ikki orð teirra og ræðst ikki fyri andliti teirra! Tí ólýðin ætt eru teir. Nei, tala orð Míni til teirra, um teir nú lurta eftir ella ikki! Tí ólýdnir eru teir. Men tú, menniskjasonur! Lurta eftir tí, sum Eg sigi við teg! Ver ikki ólýðin sum henda ólýdna ætt! Lat upp munnin og et tað, ið Eg her gevi tær!? Eg fekk nú at síggja hond, ið var rætt út móti mær, og í henni var bókrulla. Hana breiddi Hann út framman fyri mær, og skrivað var á hana bæði uttan og innan; tað vóru sorgarsongir, suff og veiróp, ið á henni stóðu. KAPITUL Ezekiel etur bókrulluna og verður sendur at tala til Ísrael, Tað, ið sendiboð Harrans má leggja sær á hjarta, Nýggj opinbering, Nú segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Et tað, ið tú hevur fyri tær her, et hesa bókrullu, og far so og tala til hús Ísraels!? Eg læt tá upp munnin, og Hann gav mær rulluna at eta og segði við meg: ?Menniskjasonur! Metta búk tín og fyll innvøl tín við hesi rullu, ið Eg gevi tær!? Eg át nú, og í munni mínum var hon søt sum hunangur. So segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Far til hús Ísraels og tala til teirra við orðum Mínum! Tí tú verður sendur til hús Ísraels, ikki til fólk, ið hevur torskilið mál og hevur ilt við at tosa, ikki til mong fólkasløg, ið hava torskilið mál og hava ilt við at tosa, og hvørja orð tú skilir ikki sanniliga, hevði Eg sent teg til teirra, tey høvdu lurtað eftir tær! Men hús Ísraels fer ikki at lurta eftir tær tí teir lurta ikki eftir Mær! Alt hús Ísraels hevur harðar pannur og forherðað hjørtu. Men Eg geri andlit títt hart móti andliti teirra og pannu tína harða móti pannu teirra; sum diamant, harðari enn stein, geri Eg pannu tína; tú skalt ikki óttast teir og ikki ræðast fyri andliti teirra; tí ólýðin ætt eru teir.? Framvegis segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Øll orðini, ið Eg tali til tín, skalt tú taka inn í hjartað og hoyra við oyrunum. Far síðani til landsmenn tínar, sum í útlegd eru, og tala til teirra og sig: ?So sigur Harrin HARRIN!? um teir nú lurta eftir ella ikki.? Nú lyfti andin meg upp, og eg hoyrdi aftan fyri meg óføra hart ljóð dynja: ?Lovað veri dýrd HARRANS, haðani sum Hann er!? somuleiðis ljóðið av veingjum hinna livandi veranna, sum numu hvør við aðra, og ljóðið av hjólunum við lið teirra og dunið av ógvuligum óljóði. Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær. Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg. Men táið sjey dagar vóru gingnir, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: ?Menniskjasonur! Eg havi sett teg húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær. Táið Eg sigi við hin gudleysa: ?Tú skalt vissuliga doyggja!? og tú tá ikki ávarar hann, ikki talar og gevur hinum gudleysa ávaring viðvíkjandi gudleysa atburði hansara fyri at bjarga lívi hansara skal hann, hesin gudleysi, doyggja fyri misgerð sína men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni! Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa, og hann vendir ikki við frá gudloysi sínum og ógudliga atburði sínum, skal hann doyggja fyri misgerð sína og tú hevur bjargað sál tíni! Og táið ein rættvísur vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal Eg leggja snávistein á leið hansara hann skal doyggja! Táið tú tá ikki hevur ávarað hann, skal hann doyggja í synd síni, og rættvísigerðirnar, ið hann hevur gjørt, skulu ikki verða minstar honum men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni! Men táið tú hevur ávarað hin rættvísa, at hann, hin rættvísi, má ikki synda og hann ikki syndar, skal hann vissuliga liva, við tað at hann tók við ávaring og tú hevur bjargað sál tíni!? Síðani kom hond HARRANS yvir meg har, og Hann segði við meg: ?Reis teg og far oman í dalin! Har skal Eg tala við teg.? Eg reistist tá og fór oman í dalin, og har stóð dýrd HARRANS, soleiðis sum eg hevði sæð hana við Kebará. Tá fall eg á andlit mítt. Men andin kom í meg og fekk meg aftur á føtur at standa. So talaði Hann við meg og segði: ?Far og stong teg inni í húsi tínum! Og tú, menniskjasonur! Teir fara at leggja tog á teg og binda teg við teimum, so tú fært ikki gingið út og inn millum teirra. Tungu tína skal Eg lata hanga fasta í gómunum, so tú verður málleysur og fært ikki verið teimum revsari. Tí ólýðin ætt eru tey. Men táið Eg tali til tín, skal Eg lata upp munn tín, og tú skalt siga við tey: ?So sigur Harrin HARRIN!? Og so kann tann lurta eftir, sum vil lurta eftir, og tann, ið ikki vil, kann lata vera! Tí ólýðin ætt eru tey.? KAPITUL Kringseting Jerúsalems í myndum. Tú, menniskjasonur! Tak tær tigulstein, legg hann framman fyri teg og rist í hann ein bý Jerúsalem! Reis hervirki móti honum, laða skansar móti honum, kasta upp moldgarð móti honum, lat herar taka støðu móti honum, og set múrbrótarar móti honum rundan um hann! Tak tær so jarnpannu og set hana sum jarnvegg millum teg og býin, og vend andliti tínum móti honum, so hann verður kringsettur, og tú kringsetur hann! Hetta skal vera húsi Ísraels tekin. So skalt tú leggja teg á vinstru lið og leggja á hana misgerð Ísraels húss; allar dagarnar tú liggur á tí liðini, skalt tú bera misgerð teirra. Eg skal lata misgerðarár teirra verða tær líka mangar dagar, dagar; so leingi skalt tú bera misgerð Ísraels húss. Táið tú so ert komin at enda við teimum, skalt tú aðru ferð leggja teg á høgru lið og bera misgerð Juda húss; dagar, ein dag fyri hvørt ár, skal Eg lata teg bera hana. Og tú skalt venda andliti tínum og arminum berum móti hinum kringsetta Jerúsalem og profetera móti tí. Eg leggi tog á teg, so tú fært ikki vent tær av aðrari liðini á hina, fyrrenn tú ert komin at enda við døgunum, ið tú heldur tað kringsett. Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini dagar skalt tú hava tað at eta. Maturin, ið tú etur, skal vera eftir vekt, tjúgu seklar um dagin; frá tíð til tíð skalt tú eta hann. Vatnið, ið tú drekkur, skal vera eftir máli, sættingurin av hin; frá tíð til tíð skalt tú drekka tað. Sum byggkøkur skalt tú eta tað; tú skalt baka tað fyri eygum teirra og hava mannatrekk til brenni. Og HARRIN segði: ?Soleiðis skulu Ísraelsmenn eta breyð sítt óreint millum tjóðirnar, ið Eg skal reka teir burtur til.? Men eg svaraði: ?Á Harri HARRI! Sál mín er aldri vorðin órein; nakað sjálvdeytt og sundurskrætt havi eg ikki etið frá ungdóminum líka higartil, og óreint kjøt er ikki komið mær í munn!? Tá segði Hann við meg: ?Nú, Eg skal loyva tær at hava mykju til brenni í staðin fyri mannatrekk, táið tú bakar breyð títt.? Framvegis segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Eg bróti sundur breyðstavin í Jerúsalem; tey skulu eta breyð eftir vekt, og tað í angist, og drekka vatn eftir máli, og tað við ræðslu, ja, so at teimum skal fattast breyð og vatn, og tey skulu øll sum eitt verða sligin av ræðslu og svinna burtur í misgerð síni.? KAPITUL Myndir uppá undirgangin, ið ráma skal fólkið. Og tú, menniskjasonur! Tak tær hvast svørð, og nýt tað sum rakiknív, raka av tær hárið og skeggið við tí! Tak síðani skálvekt og skift sundur tað, ið tú hevur rakað av! Triðingin skalt tú brenna upp mitt í býnum, táið kringsetingardagarnir eru at enda; annan triðingin skalt tú taka og høgga í við svørði rundan um býin, og seinasta triðingin skalt tú spjaða fyri vindinum; við drignum svørði skal Eg elta tey. Men nøkur fá hár skalt tú taka burturav, og tey skalt tú binda inn í kappavel títt; av teimum skalt tú uppaftur taka nøkur og kasta tey mitt í eldin og brenna tey. Haðani skal eldur ganga út yvir alt hús Ísraels. So sigur Harrin HARRIN: Hetta Jerúsalem setti Eg mitt ímillum fólkasløgini, við londum rundanum. Men tað setti seg upp móti lógum Mínum, so tað var gudleysari enn heidningafólkini, og móti boðum Mínum, so tað var gudleysari enn londini rundan um tað; tí tey vrakaðu lógir Mínar og gingu ikki eftir boðum Mínum. Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit hava leikað verri í enn tjóðirnar, ið rundan um tykkum búgva aftur fyri at tit hava ikki gingið eftir boðum Mínum, hava ikki gjørt eftir lógum Mínum tað er ikki so frægt, at tit hava gjørt eftir lógum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal koma yvir teg, ja, Eg, og Eg skal halda dóm í tær fyri eygum tjóðanna; Eg skal gera við teg tað, ið Eg ikki havi gjørt áður og aldri aftur skal Eg gera tess líka aftur fyri allar viðurstygdir tínar! Tí skulu foreldur eta børn síni í tær, og børn eta foreldur síni; og Eg skal fella dóm yvir teg og spjaða í allar ættir tað, sum eftir verður av tær. So satt sum Eg tí livi sigur Harrin HARRIN sanniliga, aftur fyri at tú við øllum fúlu gudum tínum og viðurstygdum tínum hevur gjørt halgidóm Mín óreinan, skal Eg eisini venda eyga Mínum frá tær og hvørki eira tær ella harma teg. Triðingurin av tær skal doyggja av pesti og ganga til grundar av hungri mitt í tær; annar triðingurin skal falla fyri svørði rundan um teg, og seinasta triðingin skal Eg spjaða í allar ættir og elta við drignum svørði. Eg skal úthella alla vreiði Mína, lata bræði Mína hvíla yvir teimum og taka hevnd; og tey skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað í álvara Mínum, táið Eg úthelli alla vreiði Mína yvir tey. Eg skal gera teg til oyðimørk og til spott millum tjóðirnar, ið rundan um teg búgva fyri eygum alra, ið framvið ganga. Tú skalt verða tjóðunum, ið rundan um teg búgva, til spott og háð, til ávaring og ræðslu, táið Eg í vreiði og bræði lati dóm ganga yvir teg við ómildum revsingum Eg, HARRIN, havi talað ja, táið Eg sendi inn ímillum teirra hinar óndu hungurspílar, sum eru til oyðing teir, ið Eg sendi til at forkoma tykkum táið Eg lati hungurin taka til hjá tykkum og bróti tykkum sundur breyðstavin. Eg skal senda móti tykkum hungur og vill dýr, sum skulu gera tykkum barnleys; pestur og blóð skal ganga yvir teg, og svørð skal Eg lata koma yvir teg. Eg, HARRIN, havi talað! KAPITUL Dómsorð móti fjøllum Ísraels og avgudadýrkanini har. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti fjøllum Ísraels, profetera móti teimum og sig: Tit fjøll Ísraels! Hoyrið orð Harrans HARRANS! So sigur Harrin HARRIN við fjøllini og heyggjarnar, við gilini og dalarnar: Eg lati svørð koma yvir tykkum og forkomi offurheyggjum tykkara. Altar tykkara skulu verða løgd í oyði, og sólstólpar tykkara brotnir, og Eg skal lata dripnu tykkara falla framman fyri avgudar tykkara. Eg skal blaka lík Ísraelsmanna framman fyri avgudar teirra og stroya bein tykkara rundan um altar tykkara. Allastaðni har sum tit búgva, skulu býirnir verða oydnir, og offurheyggjarnir lagdir í oyði, so altar tykkara standa oyðin og verða løgd í oyði, avgudar tykkara verða sundurbrotnir og fyribeindir, sólstólpar tykkara høgdir niður, og handaverk tykkara gjørd til einkis; dripnir menn skulu falla mitt ímillum tykkara og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Men leivd skal Eg lata verða eftir, so nøkur av tykkum sleppa undan svørðinum úti millum tjóðirnar, táið tit verða spjadd um í londunum. Og tey av tykkum, ið undan sleppa, skulu minnast Meg millum tjóðirnar, hagar tey eru herleidd táið Eg havi boygt trúleysu hjørtu teirra, ið vóru vikin frá Mær, og eygu teirra, sum í trúleysum fráfalli hugdu eftir avgudum teirra; tá skulu tey vamlast við seg sjálv fyri tað ónda, ið tey hava gjørt við øllum viðurstygdum sínum; og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Ikki er tað fyri einki, Eg havi talað um at lata hesa vanlukku koma yvir tey. So sigur Harrin HARRIN: Slá hendurnar saman, trampa við fótinum og rópa vei yvir allar tær óndu viðurstygdir, í húsi Ísraels eru! Tí tey skulu falla fyri svørði, hungri og pesti. Tann, ið langt burtur er, skal doyggja av pesti; tann, ið nær er, skal falla fyri svørði, og tann, ið eftir er og er bjargaður, skal doyggja av hungri Eg skal úthella alla vreiði Mína yvir tey. Tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið dripnu teirra liggja mitt ímillum avgudar teirra, rundan um altar teirra, á øllum høgum hæddum, á øllum fjallatindum, undir øllum grønum trøum og hvørjari blaðríkari eik har sum tey lótu góðan anga stíga upp fyri øllum avgudum sínum. Eg skal rætta út hondina móti teimum og gera landið oydnari og tómari enn oyðimørkina við Dibla allastaðni har sum tey búgva; og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN! KAPITUL Endin kemur. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tú, menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN við Ísraelsland: Endi! Endin kemur yvir fýra horn landsins. Nú kemur endin yvir teg; Eg skal senda vreiði Mína móti tær og døma teg eftir atburði tínum, og Eg skal lata teg bøta fyri allar viðurstygdir tínar. Ikki skal Mær tykjast synd í tær, og ikki skal Eg eira tær; nei, Eg skal lata teg bøta fyri atburð tín; viðurstygdir tínar skulu hvíla á tær, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. So sigur Harrin HARRIN: Vanlukka! Vanlukka eina ferð fyri allar hon kemur! Endi kemur endin kemur; hann vaknar upp og kemur til tín ja, tað kemur! Nú er tað til tín, tað kemur, tú, sum í landinum býrt. Tíðin kemur, dagurin er nær, dagur við ræðslu og ikki við fagaðarrópum á fjøllunum. Nú um lítla stund skal Eg úthella bræði Mína yvir teg, lata alla vreiði Mína stoytast út yvir teg og døma teg eftir atburði tínum; Eg skal lata teg bøta fyri allar viðurstygdir tínar. Ikki skal Mær tykjast synd í tær, og ikki skal Eg eira tær; eftir atburði tínum skal Eg løna tær, viðurstygdir tínar skulu hvíla á tær og tit skulu sanna, at tað eri Eg, HARRIN, ið slái. Hygg dagurin! Hygg, tað kemur! Nú byrjar tað; koyrilin blómar, hugmóðið grønkar, yvirgangurin reisist til koyril yvir gudloysi. Einki verður eftir av teimum, einki av øllum hópi teirra, einki av góðsi teirra og upp í einki kemur øll dýrd teirra. Tíðin kemur, dagurin er nær! Keyparin gleðist ikki, og seljarin gremji seg ikki; tí brennandi vreiði kemur yvir allan hóp teirra. Seljarin skal ikki fáa aftur tað, ið hann hevur selt, um hann so er á lívi; tí spádómurin móti øllum hópi teirra skal ikki verða tikin aftur, og eingin, sum livir í misgerð, skal verða mentur at verja lív sítt. Teir blása í horn og gera alt til reiðar; men eingin fer út í bardaga; tí vreiði Mín er vend móti øllum hópi teirra. Svørð uttanfyri og pestur og hungur innanfyri! Tann, ið úti á markini er, skal falla fyri svørði, og tann, sum inni í býnum er, honum skal hungur og pestur gera enda á. Og um so nøkur av teimum komast undan, skulu tey vera á fjøllunum sum kurrandi dúvur í dølunum hvør og ein aftur fyri misgerð sína. Allar hendur skulu verða máttleysar, og øll knø skulu verða sum vatn. Tey skulu klæða seg í syrgibúna, og ræðsla skal leggjast oman yvir tey; skomm skal fjala hvørt andlit, og hvørt høvd skal vera skallut. Silvur sítt skulu tey blaka út á gøturnar, og gull sítt skulu tey rokna fyri skarn; silvur og gull teirra skal ikki vera ment at frelsa tey vreiðidag HARRANS; tey skulu ikki fáa mettað seg ella fylt búk sín við tí. Tí tað hevur fingið tey at falla og misbróta seg; dýru prýði síni, sum gjørd eru av tí, hava tey nýtt til at spæla stór við, og viðurstyggiligu myndir sínar, fúlu avgudar sínar, hava tey gjørt av tí; tí geri Eg teimum tað til skarn. Eg skal geva fremmandum tað í hendur sum rán, geva hinum gudleysu á jørðini tað sum fong; og teir skulu vanhalga tað. Eg skal venda andliti Mínum frá teimum; og teir skulu vanhalga skatt Mín; ránsmenn skulu treingja seg inn hagar og vanhalga hann. Ger leinkjuna til reiðar! Tí landið er fult av blóðdómum, og býurin er fullur av yvirgangi. Eg skal lata hinar verstu heidningarnar koma, og teir skulu taka hús teirra í ogn; Eg skal gera enda á hugmóði hinna freku, og halgidómar teirra skulu verða vanhalgaðir. Ræðsla skal koma; og tey skulu leita eftir frelsu, men ikki finna hana. Ein vanlukkan skal koma fyri, og onnur eftir, og eini tíðindini fyri, og onnur eftir, skulu verða at frætta; tey skulu leita til profetin eftir sjón; lóg skal ikki vera at finna hjá prestinum, ei heldur ráð hjá hinum gomlu. Kongurin skal syrgja, høvdingin skal sveipa seg í ræðslu, og fólkið í landinum skal standa við piprandi hondum. Eftir atburði teirra skal Eg gera við tey; sum tey hava uppiborið, skal Eg døma tey, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Avgudaviðurstygdirnar í Jerúsalem. Tann fimta í sætta mánaði sætta árið fall hond Harrans HARRANS á meg, sum eg sat í húsi mínum, og hinir elstu í Juda sótu framman fyri meg. Og eg fekk at síggja Ein, ið av útsjónd var sum eldur; frá tí, ið sá út til at vera lendar Hansara, og niðureftir var alt sum eldur, og frá lendum Hansara og uppeftir var tað sum blankt ljós, sum skinið av blonkum málmi. Hann rætti út nakað, ið sá út sum hond, og tók í hárið á høvdi mínum; so lyfti andin meg upp millum himmal og jørð og flutti meg í sjónum frá Gudi til Jerúsalem, at durum Norðurporturs í Innara Forgarði, har sum vreiðimyndin stóð, hon, sum eggjaði Gud til vreiði. Har sá eg dýrd Ísraels Guds, júst slíka sum eg hevði sæð hana í dalinum. Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! Hygg norðureftir!? Eg hugdi nú norðureftir og fekk tá at síggja vreiðimyndina norðan fyri altarportrið, har sum inn varð gingið. Og Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! Sært tú, hvat teir gera? Stórar viðurstygdir eru tað, ið hús Ísraels ger her Eg eri tí noyddur at rýma langt burtur frá halgidómi Mínum! Men tú skalt fáa enn størri viðurstygdir at síggja.? Hann leiddi meg nú at durum forgarðsins, og har fekk eg at síggja hol í vegginum. Og Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! Brót teg ígjøgnum veggin!? Táið eg so breyt meg ígjøgnum veggin, sá eg dyr. Hann segði við meg: ?Far inn og síggj tær fúlu viðurstygdir, ið teir gera har!? Táið eg nú kom inn, fekk eg at síggja alskyns myndir av viðurstyggiligum skriðdýrum, fýrføttum dýrum og øllum avgudum Ísraels húss rist inn í veggirnar rundanum. Framman fyri tey stóðu menn av hinum elstu í húsi Ísraels, og Ja'azanja, sonur Safan, stóð mitt ímillum teirra; teir høvdu allir hvør sítt roykilsisílat í hondini, og góður angi steig upp av roykilsisskýnum. Tá segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Sært tú, hvat hinir elstu í húsi Ísraels gera í myrkrinum, hvør í myndakømurum sínum! Tí teir siga: ?HARRIN sær okkum ikki, HARRIN er rýmdur úr landinum!?? Men Hann segði við meg: ?Tú skalt fáa at síggja enn størri viðurstygdir, sum teir gera.? Nú leiddi Hann meg at durum Norðurporturs á húsi HARRANS; og har fekk eg at síggja kvinnurnar sita og gráta um Tammuz.* Hann segði við meg: ?Sært tú hetta, menniskjasonur! Men tú skalt fáa at síggja enn størri viðurstygdir.? Hann leiddi meg nú inn í Innara Forgarð húss HARRANS, og har, fyri durum tempuls HARRANS, millum forsalin og altarið, stóðu einir menn við bakinum móti templi HARRANS og andlitunum eystureftir; teir tilbóðu sólina í eystri. Hann segði við meg: ?Sært tú hetta, menniskjasonur! Var tað ikki húsi Juda nóg mikið at gera viðurstygdirnar, ið teir hava gjørt her, síðani tey eisini hava fylt landið við órætti og uppaftur eggjað Meg til vreiði! Hygg, hvussu tey nú halda kvistin fyri nøsina!* Eg skal tí eisini lata vreiði Mína ráða; ikki skal Mær tykjast synd í teimum, og ikki skal Eg eira teimum; nei, um tey so rópa hart inn í oyru Míni, skal Eg ikki lurta eftir teimum!? KAPITUL Sjón: Teir í Jerúsalem, sum ikki fáa merki á pannuna, verða heimsøktir. So hoyrdi eg Hann rópa óføra hart: ?Komið higar við heimsøkingunum yvir staðin, hvør við sínum morðvápni í hondini!? Tá komu seks menn leiðina um Ovara Portur, sum vendir norðureftir, hvør við sínum morðvápni í hondini, og millum teirra var ein maður, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina; teir komu inn og tóku støðu hjá koparaltarinum. Men dýrd Ísraels Guds hevði lyft sær av kerúbunum, ið hon hvíldi á, og flutt seg yvir at útgátt hússins; og Hann rópti á mannin, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina; HARRIN segði við hann: ?Gakk mitt ígjøgnum býin, mitt ígjøgnum Jerúsalem, og set merki á pannu teirra manna, sum suffa og vena seg um alt tað viðurstyggiliga, ið har verður gjørt!? Við hinar hoyrdi eg Hann siga: ?Farið um staðin aftan á honum og høggið niður tykist ongum synd í, og eirið ongum! Gomul fólk, unglingar, gentur, smábørn og kvinnur skulu tit høgga niður og gera enda á teimum; men ongan av teimum, sum merkið er á, mugu tit nema. Og frá halgidómi Mínum skulu tit byrja.? Teir byrjaðu tá við hinum gomlu monnunum, ið framman fyri húsið stóðu. Og Hann segði við teir: ?Gerið húsið óreint og fyllið forgarðarnar við dripnum farið avstað!? Teir fóru so út og høgdu niður fólkið í staðnum. Men táið teir nú høgdu niður, og eg varð eftir, fall eg á andlit mítt og rópti: ?Á Harri HARRI! Fert Tú at forkoma øllum, ið eftir eru av Ísrael, nú Tú so úthellir vreiði Tína yvir Jerúsalem?? Hann svaraði mær: ?Misbrot Ísraels húss og Juda húss er stórt ómetaligt; landið er fult av blóðskyld, og staðurin er fullur av órættvísum dómum; tí teir siga: ?HARRIN er rýmdur úr landinum, HARRIN sær tað ikki!? Mær skal tí heldur ikki tykjast synd í teimum, og Eg skal ikki eira teimum; Eg skal lata atburð teirra koma yvir teirra egna høvd.? Maðurin, sum var í línklæðum og hevði skriviamboð við liðina, kom nú aftur og segði: ?Eg havi gjørt, sum Tú gavst mær boð um.? KAPITUL Dýrd Harrans við kerúbunum og hjólunum vísir seg fyri Ezekiel í sjón. Nú fekk eg at síggja, at á hvølvinum, ið var yvir høvdi kerúbanna, var nakað, ið tyktist at vera safirsteinur, nakað, ið líktist hásæti; Hann* sást yvir teimum. Hann segði við mannin, sum var í línklæðum: ?Far inn ímillum hjólini, inn undir kerúbarnar, og tak upp í fullar nevarnar av glóðunum, ið eru millum kerúbarnar stroy tær út yvir staðin!? Og eg sá hann fara inn. Kerúbarnir stóðu høgrumegin húsið, táið maðurin fór inn, og skýggið fylti Innara Forgarð. Men dýrd HARRANS lyfti sær av kerúbunum og flutti seg yvir at útgátt hússins; húsið fyltist av skýnum, og forgarðurin varð fullur av skini dýrdar HARRANS. Ljóðið av veingjum kerúbanna hoyrdist líka út í Ytra Forgarð líkt rødd Guds hins Alvalda, táið Hann talar. Táið Hann nú gav manninum, sum í línklæðum var, hetta boð: ?Tak av eldinum, ið er millum hjólini, millum kerúbarnar!? fór hann inn og stóð hjá einum hjólinum. Tá rætti kerúburin út hondina millum kerúbarnar at eldinum, ið millum kerúbarnar var, og tók av honum og fekk hinum línklædda manninum í hendurnar; og hann tók tað og fór út. Men á kerúbunum var nakað at síggja, sum líktist menniskjahond undir veingjum teirra. Og eg fekk at síggja, at fýra hjól stóðu hjá kerúbunum, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; hjólini vóru sum krýsolit at síggja. Tey sóu líka út øll fýra, og tað var, sum eitt hjólið hevði verið innan í øðrum. Táið teir gingu, gingu teir í allar fýra ættir; teir vendu sær ikki, táið teir gingu; nei, teir gingu í ta ætt, sum høvdið vendi; teir vendu sær ikki, táið teir gingu. Alt likam teirra var fult av eygum allastaðni bak, hendur og veingir somuleiðis hjólini; tí teir høvdu hvør sítt hjól. Og viðvíkjandi hjólunum á tey varð rópt, so eg hoyrdi: ?Á hjól!? Teir høvdu fýra andlit hvør; hin fyrsti hevði andlit sum kerúbur, hin annar sum menniskja, hin triði sum leyva, og hin fjórði sum ørn. Og kerúbarnir lyftu sær upp; tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð við Kebará. Táið kerúbarnir gingu, gingu hjólini við lið teirra, og táið kerúbarnir breiddu út veingirnar at lyfta sær upp frá jørðini, skiltu hjólini seg ikki frá teimum. Táið kerúbarnir stóðu, stóðu tey við, og táið kerúbarnir lyftu sær upp, lyftu tey sær við teimum; tí andi hinna livandi veranna var í teimum. Nú flutti dýrd HARRANS seg burtur frá útgátt hússins og varð standandi yvir kerúbunum. Og eg sá, hvussu kerúbarnir breiddu út veingirnar og lyftu sær upp frá jørðini, táið teir fóru út, og hjólini við teimum; teir vórðu standandi uttan fyri Eysturportur húss HARRANS. Dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum. Tað vóru hinar livandi verurnar, ið eg hevði sæð undir Gudi Ísraels við Kebará; eg dugdi at síggja, at tað vóru kerúbar. Teir høvdu fýra andlit hvør og fýra veingir; og nakað, ið sá út sum menniskjahendur, var undir veingjum teirra. Andlit teirra líktust andlitunum, ið eg hevði sæð við Kebará. Soleiðis sóu teir út, og soleiðis vóru teir. Teir gingu allir beint fram. KAPITUL Framvegis dómsorð, Lyfti um signing fyri Ísrael í komandi tíð, Dýrd Harrans fer úr staðnum, Andin lyfti mær nú upp og flutti meg at Eysturportri húss HARRANS tí, sum vendir eystureftir. Har fekk eg at síggja menn standa fyri durum portursins, og mitt ímillum teirra Ja'azanja, son Azzur, og Pelatja, son Benaja sum vóru høvdingar fólksins. Og Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! Hetta eru menninir, ið upphugsa órætt og leggja ónd ráð í hesum staði; tað eru teir, ið siga: ?Einki verður at hugsa um at byggja hús* í bræði hann** er potturin, og vit eru kjøtið.? Profetera tí móti teimum profetera, menniskjasonur!? So fall Andi HARRANS á meg, og Hann segði við meg: ?Sig: So sigur HARRIN: So hava tit sagt, tit av húsi Ísraels hugsanirnar, ið upp koma í anda tykkara, kenni Eg. Mong eru tey, ið tit hava dripið í hesum staði; tit hava fylt gøtur hansara við dripnum. Tí sigur Harrin HARRIN so: Tey, sum tit hava dripið og latið liggja mitt í staðnum, eru kjøtið; og hann er potturin; men tit skulu verða beindir burt úr honum. Tit ræðast svørðið og svørðið skal Eg lata koma yvir tykkum, sigur Harrin HARRIN. Eg skal beina tykkum burt úr honum og geva tykkum fremmandum í hendur, og Eg skal halda dóm yvir tykkum. Fyri svørði skulu tit falla; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Staðurin skal ikki vera tykkum pottur, og tit skulu ikki vera kjøtið í honum; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum. Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN tit, sum ikki hava gingið eftir boðum Mínum og ikki hava hildið lógir Mínar; nei, tit hava gjørt eftir lóg heidningafólkanna, ið rundan um tykkum búgva.? Men sum eg profeteraði so, tá doyði Pelatja, sonur Benaja. Tá fall eg á andlit mítt og rópti hart: ?Á Harri HARRI! Fert Tú heilt at gera enda á tí, sum eftir er av Ísrael?? Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: ?Menniskjasonur! Brøður tínir brøður tínir, næstu skyldmenn tínir og alt hús Ísraels alt fólkið er tað, ið teir, sum í Jerúsalem búgva, siga við: ?Haldið tykkum langt burtur frá HARRANUM! Okkum er landið givið í ogn.? Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi rikið tey langt burt til heidningafólkini og spjatt tey um londini, og bert stutta tíð varð Eg teimum halgidómur í londunum, sum tey komu til. Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal savna tykkum saman frá tjóðunum og sanka tykkum upp úr londunum, sum tit eru spjadd í, og Eg skal geva tykkum Ísraelsland. Og táið tey koma hagar, skulu tey beina burt haðani allar hinar fúlu og viðurstyggiligu avgudar, ið har eru. Eg skal geva teimum øllum eitt og sama hjarta, og nýggjan Anda skal Eg leggja teimum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami teirra og geva teimum kjøthjarta, so tey ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum; so skulu tey vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra. Men tey, sum lata hjarta sítt ganga eftir fúlu og viðurstyggiligu avgudum sínum, atburð teirra skal Eg lata koma yvir teirra egna høvd sigur Harrin HARRIN.? Nú breiddu kerúbarnir út veingirnar, og hjólini fylgdu við; dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum. Dýrd HARRANS lyfti sær upp av býnum og varð standandi á fjallinum, ið eystan fyri býin er. Men mær lyfti andin upp og fór við mær í sjónini við Anda Guds til Kaldea, til teirra, sum í útlegd vóru. Síðani fór sjónin, ið eg hevði sæð, upp burtur frá mær. Og eg talaði til teirra, sum í útlegd vóru, øll orðini, ið HARRIN hevði opinberað mær. KAPITUL Útlegd fólksins víst í mynd, Hetta profetorð er vist og skal skjótt ganga út, Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: ?Menniskjasonur! Tú býrt mitt í hini ólýdnu ætt sum hevur eygu at síggja við, men sær ikki, og oyru at hoyra við, men hoyrir ikki tí ólýðin ætt eru tey. Men tú, menniskjasonur! Ger teg til sum til at fara í útlegd, og far út um dagin, beint fyri eygum teirra! Far, haðani sum tú býrt, til annað stað, beint fyri eygum teirra! Kanska tey tá fáa eyguni upp tí ólýðin ætt eru tey. Tað, ið tú kanst fáa við tær, skalt tú bera út um dagin beint fyri eygum teirra, sum tú skuldi farið í útlegd, og sjálvur skalt tú fara avstað um kvøldið beint fyri eygum teirra eins og tey, sum fara í útlegd. Brót tær hol á veggin beint fyri eygum teirra, og ber tað, sum tú eigur, út ígjøgnum hann! Beint fyri eygum teirra skalt tú taka tað á økslina; í myrkri skalt tú bera tað út; andlit títt skalt tú binda fyri, so tú sært ikki landið. Tí Eg havi sett teg húsi Ísraels til tekin.? Eg gjørdi, sum mær var sagt: Tað, ið eg átti, bar eg út um dagin, sum eg skuldi farið í útlegd, og um kvøldið breyt eg mær við hondini hol á veggin; í myrkri bar eg út tað, sum eg átti; beint fyri eygum teirra tók eg tað á økslina. Morgunin eftir kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hevur ikki hús Ísraels, henda ólýdna ætt, sagt við teg: ?Hvat er tað, tú gert?? Svara teimum: So sigur Harrin HARRIN: Hesin flutningur talar um høvdingan* í Jerúsalem og alt hús Ísraels, sum har inni er. Sig: Eg eri tykkum tekin; sum eg havi gjørt, skal verða gjørt við tey; tey skulu verða fangar og fara í útlegd. Og høvdingin, sum ímillum teirra er, skal í myrkri taka á økslina tað, sum hann eigur, og fara út; teir skulu bróta hol á múrin og fara út ígjøgnum hann við honum; andlit sítt skal hann binda fyri, so hann sær ikki landið við eygum sínum. Men Eg skal kasta yvir hann garn Mítt, hann skal koma fastur í net Mítt; og Eg skal beina hann til Bábel í Kaldearalandi men tað skal hann ikki síggja.* Og har skal hann doyggja. Allar teir, ið um hann eru hjálparmenn hansara og allar herflokkar hansara, skal Eg spjaða í allar ættir, og Eg skal við drignum svørði elta teir. Tá skulu tey sanna, at Eg eri HARRIN táið Eg spjaði tey millum tjóðirnar og stroyi tey um í londunum. Bert nøkur fá av teimum skal Eg lata komast undan svørðinum, hungrinum og pestinum, fyri at tey, millum tjóðirnar, ið tey koma til, skulu siga frá øllum viðurstygdum sínum. Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Breyð títt skalt tú eta við ræðslu, og vatn títt skalt tú drekka skelvandi og við angist. Og tú skalt siga við fólkið í landinum: So sigur Harrin HARRIN um tey, sum búgva í Jerúsalem í Ísraelslandi: Breyð sítt skulu tey eta við angist, og vatn sítt skulu tey drekka við ræðslu; tí land teirra skal leggjast í oyði, og alt, sum í tí er, verða rænt aftur fyri yvirgangsverkini, ið øll tey, sum har búgva, hava framt. Býirnir, sum nú fólk býr í, skulu leggjast í oyði, og landið skal verða oyðimørk; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hvat er hetta fyri orðtak, tit hava í Ísraelslandi, táið tit siga: ?Tíðin dregur út, og hvør sjón kemur upp í einki!? Tú skalt tí siga við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera enda á hesum orðtaki, tað skal ikki verða nýtt longur í Ísrael! Nei, sig við tey: Nú er tíðin nær, táið orðini í øllum sjónunum skulu ganga út! Tí hereftir skal hvørki tóm sjón ella dárandi spádómur vera í húsi Ísraels; nei, Eg, HARRIN, Eg tali orðið, ið Eg tali, og tað skal ganga út, nú skal ikki drálast longur. Ja, tú ólýdna ætt! Á døgum tykkara tali Eg orð og lati tað ganga út! sigur Harrin HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hús Ísraels sigur: ?Handa sjónin, ið hann sær, gongur ikki út fyrrenn um langa tíð tað er um tíðir, sum enn eru langt burtur, hann spáar!? Tí skalt tú siga við tey: So sigur Harrin HARRIN: Ikki skal drálast longur við nøkrum av tí, sum Eg havi sagt; orðið, ið Eg tali, skal ganga út! sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Móti lygiprofetum. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Profetera móti profetum Ísraels, sum profetera sig við teir, ið profetera út av sínum egna hjarta: Hoyrið orð HARRANS! So sigur Harrin HARRIN: Vei dáraprofetunum, ið ganga eftir sínum egna anda og eftir tí, sum teir ikki hava sæð! Sum revar á oydnum støðum eru profetar tínir, Ísrael! Tit hava ikki stigið fram í skørðini í múrinum og hava ongan múr reist rundan um hús Ísraels, so tey kundu staðið seg í stríðinum dag HARRANS. Sjónir teirra vóru fáfongd, og spádómar teirra lygn, teir, sum siga: ?So sigur HARRIN!? tóat HARRIN ikki hevur sent teir og sum vóna, at orð teirra skulu ganga út. Eru tað ikki tómar sjónir, tit hava skoðað, og lygispádómar, tit hava borið fram, táið tit siga: ?So sigur HARRIN!? tóat Eg havi ikki talað! Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit tala fáfongd og skoða lygn ja, so skal Eg hitta tykkum! sigur Harrin HARRIN. Hond Mín skal vera móti profetunum, ið skoða fáfongd og spáa lygn; har sum fólk Mítt kemur saman, skulu teir ikki vera; í bókini, sum hús Ísraels er skrivað í, skulu teir ikki standa, og til Ísraelsland skulu teir ikki koma tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN. Aftur fyri ja, aftur fyri at teir hava leitt fólk Mítt av leið og sagt: ?Friður!? tóat eingin friður er, og táið fólkið laðar vegg, hvítta hann við kálki so sig við teir, hasar, sum hvítta, at hann skal falla! Grovregn kemur, steinar skulu hegla niður, og harðveður skal bresta á. Táið tá veggurin er raplaður, fer tá ikki at verða sagt við tykkum: ?Hvar er kálkið, ið tit hvíttaðu hann við?? Tí sigur Harrin HARRIN so: Ja, Eg skal í bræði Míni lata harðveður bresta á, í vreiði Míni lata grovregn koma og í bræði Míni lata hegla grót, so alt verður lagt í oyði. Eg skal bróta niður veggin, ið tit hava hvíttað, og lata hann bólta til jarðar, so at grundvøllur hansara kemur at liggja berur; táið tað* fellur, skulu tit ganga til grundar mitt í tí, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Eg skal úthella vreiði Mína yvir veggin og yvir teir, ið hvíttaðu hann, og Eg skal siga við tykkum: Veggurin er ikki til longur, og heldur ikki teir, ið hvíttaðu hann profetar Ísraels, sum profeteraðu um Jerúsalem og skoðaðu friðarsjónir, tí til vildar tóat eingin friður er, sigur Harrin HARRIN. Og tú, menniskjasonur! Vend andlitið móti døtrum fólks tíns, sum profetera eftir sínum egna hjarta profetera móti teimum og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum til egnan vinning! Tit vanhalga Meg hjá fólki Mínum fyri nakrar nevar av byggi og fyri nakrar breyðbitar og drepa soleiðis sálir, ið ikki áttu at doyð, og halda lívinum í sálum, sum ikki eiga at liva, við tað at tit lúgva fyri fólki Mínum sum er ovfegið at lurta eftir lygn! Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal fáa hendur á bindum tykkara, sum tit fanga sálirnar við eins og fuglar, og Eg skal skræða tey av ørmum tykkara; og sálirnar, ið tit fanga, teimum skal Eg sleppa leysum sum fuglum. Eg skal skræða sundur hettur tykkara og frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara; tey skulu ikki longur vera fongur í hondum tykkara og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN! Aftur fyri at tit við lygn gera hjarta hins rættvísa mótfallið tóat Eg ikki vildi volda honum sorg og styrkja hendur hins gudleysa, so hann ikki vendir við av óndu leið síni og bjargar lívinum, skulu tit ikki longur skoða fáfongd ella spáa lygispádómar; nei, Eg skal frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Svar Harrans, táið avgudadýrkararnir spyrja Hann. Nakrir av hinum elstu í Ísrael komu til mín og settu seg framman fyri meg. Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hesir menn hava givið avgudum sínum rúm í hjartanum, og tað, sum fær teir at falla og gera tað, ið ilt er, hava teir sett fyri eygu síni skuldi Eg latið teir spurt Meg til ráðs! Tosa tí við teir og sig við teir: So sigur Harrin HARRIN: Hvør tann av húsi Ísraels, sum gevur avgudum sínum rúm í hjartanum og setur fyri eygu síni tað, sum fær hann at falla og gera tað, ið ilt er og so kemur til profetin! honum skal Eg, HARRIN, sjálvur svara, soleiðis sum hann hevur uppiborið fyri hinar mongu avgudar sínar. Soleiðis skal Eg taka um hjartað í húsi Ísraels, aftur fyri at tey øll við avgudum sínum eru fallin frá Mær. Sig tí við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Vendið við, vendið tykkum burtur frá øllum avgudum tykkara, vendið ásjón tykkara burtur frá øllum viðurstygdum tykkara! Tí hvør tann av húsi Ísraels og av hinum fremmandu, sum í Ísrael búgva sum skilir seg frá Mær, gevur avgudum sínum rúm í hjartanum og setur fyri eygu síni tað, sum fær hann at falla og gera tað, ið ilt er og so kemur til profetin at fáa hann at spyrja Meg til ráðs fyri seg! honum skal Eg, HARRIN, sjálvur svara. Eg skal lata ásjón Mína vera móti tí manni og forkoma honum, so hann verður tekin og orðtak; Eg skal oyða hann úr fólki Mínum og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Og letur profeturin seg dára og talar orð, so eri tað Eg, HARRIN, ið havi dárað henda profet, og Eg skal rætta út hondina móti honum og oyða hann úr Ísrael, fólki Mínum. Teir skulu báðir bera misgerð sína; sum tað er við misgerð hansara, ið spyr, so skal vera við misgerð profetsins fyri at hús Ísraels ikki longur skal villast burt frá Mær og ikki longur skal gera seg óreint við øllum misbrotum sínum, men vera fólk Mítt og hava Meg til Gud sín sigur Harrin HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Táið land syndar móti Mær og vísir trúloysi, og Eg rætti út hondina móti tí, bróti tí sundur breyðstavin, sendi hungur yvir tað og oyði av tí bæði fólk og fæ um tá hesir tríggir menn: Nóa, Dániel og Job, vóru har í landinum, skuldu teir við rættvísi síni eina fingið bjargað sínum egna lívi sigur Harrin HARRIN. Ella um Eg læt villdýr fara um landið, og tey gjørdu tað fólkatómt, so tað varð oyðimørk, sum eingin kundi ferðast um fyri hinum villu dýrum tá skuldu, so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN, hesir tríggir menn, um teir vóru har, hvørki kunnað bjargað sonum ella døtrum; eina teir sjálvir skuldu verðið bjargaðir, men landið skuldi verðið oyðimørk. Ella um Eg læt svørð koma yvir landið og segði: ?Svørð skal fara yvir landið!? og Eg oyddi av tí bæði fólk og fæ og hesir tríggir menn vóru har í landinum, skuldu teir, so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN, hvørki kunnað bjargað sonum ella døtrum; eina teir sjálvir skuldu verðið bjargaðir. Ella um Eg sendi pest yvir landið og við blóði úthelti alla vreiði Mína yvir tað, til at oyða av tí bæði fólk og fæ og Nóa, Dániel og Job vóru har í landinum, skuldu teir, so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN, hvørki kunnað bjargað syni ella dóttur; eina sær sjálvum skuldu teir bjargað við rættvísi síni. Tí sigur Harrin HARRIN so: Táið Eg sendi hinar fýra óndu revsidómar Mínar svørð, hungur, vill dýr og pest yvir Jerúsalem, til at oyða av tí bæði fólk og fæ, skal kortini ein flokkur av undanslopnum verða eftir har, sum verða flutt burtur, synir og døtur; tey skulu koma higar til tykkara, og tit skulu síggja atburð og gerðir teirra; tá skulu tit verða troystað eftir vanlukkuna, ið Eg læt koma yvir Jerúsalem, eftir alt, ið Eg læt koma yvir tað. Tey skulu verða tykkum troyst táið tit síggja atburð og gerðir teirra; og tit skulu sanna, at ikki havi Eg uttan orsøk gjørt nakað av øllum, ið Eg havi gjørt móti tí sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Víntræið sum mynd av Ísrael. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hvat hevur viður víntræsins fram um annan við, víntrækvisturin, ið upp hevur vaksið millum trøini í skóginum! Verður viður tikin av tí at smíða nakað úr! Ger nakar nagla av honum at heingja nakað amboð á! Nei, hann verður givin eldinum til føði; eldurin brennir báðar endarnar, og miðjan verður svidnað. Dugir hann tá at gera nakað úr! Meðan hann enn var óskaddur, varð einki smíðað úr honum; mangan minni verður nakað gjørt úr honum, táið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður! Kann hann tá verða nýttur at smíða nakað úr! Tí sigur Harrin HARRIN so: Sum tað millum trøini í skóginum gongur við viði víntræsins Eg gevi eldinum hann til føði so skal Eg gera við tey, sum í Jerúsalem búgva. Eg skal lata ásjón Mína vera móti teimum; tey eru sloppin út úr eldinum men eldurin skal oyða tey; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati ásjón Mína vera móti teimum. Og Eg skal gera landið til oyðimørk, aftur fyri at tey hava verið trúleys sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Trúloysi Jerúsalems og straffin yvir tað, Náðisáttmálin, Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Minn Jerúsalem á viðurstygdir tess sig: So sigur Harrin HARRIN við Jerúsalem: Uppruni tín er úr Kána'anitalandi, haðani ert tú ættað; Amoritur var faðir tín, og hetitisk kvinna móðir tín. Táið tú vart fødd, gekk so: Ikki varð nalvastrongur tín avskorin, tann dag tú vart fødd, ikki vart tú vaskað rein í vatni, ikki gníggjað við salti og ikki sveipað í sveip. Ongum, ið sá teg, tykti so mikla synd í tær, at hann gjørdi nakað slíkt við teg og vísti tær miskunn; nei, tú vart kastað út á markina, tann dag tú vart fødd; so lítið varð lív títt virt. Tá gekk Eg fram á teg og sá teg sprakla í blóði tínum, og Eg segði við teg: ?Tú, sum liggur har í blóði tínum liv!? Eg gjørdi teg til mong túsund, sum urtirnar á markini, og tú vaks og komst til og vart ógvuliga vøkur; bróstini vórðu føst, og hár títt vaks. Men tú vart nakin og ber. Tá gekk Eg fram á teg og sá teg, og Eg fekk at síggja, at tíð tín var komin, elskhugatíð tín; Eg breiddi kappa Mín yvir teg og fjaldi skomm tína, og Eg svór tær trúskap og gjørdi sáttmála við teg sigur Harrin HARRIN tú vart Mín. So vaskaði Eg tær í vatni, skolaði blóðið av tær og salvaði teg við olju. Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki. Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín. Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt. Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning. Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið Eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan sigur Harrin HARRIN. Men tú dúvaði uppá vakurleika tín og dreivst hor í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum uppá ein og hvønn, ið kom framvið honum gavst tú teg. Tú tókst av klæðum tínum og gjørdi tær offurheyggjar í ymiskum litum og dreivst hor á teimum slíkt, sum ikki hevur hent og ei heldur fer at henda! Vakra skart títt gull og silvur Mítt, sum Eg hevði givið tær tókst tú og gjørdi tær mannfólkamyndir, sum tú dreivst hor við. Út yvir tær breiddi tú klæði tíni, sum vóru vovin í ymiskum litum, og olju Mína og roykilsi Mítt setti tú fyri tær. Breyð Mítt, sum Eg hevði givið tær, fínamjølið, oljuna og hunangin, sum Eg gav tær at eta, setti tú fyri tær til góðan anga so gekk, sigur Harrin HARRIN. Tú tókst synir og døtur tínar, sum tú hevði føtt Mær, og ofraði tey, teimum til føði. Var tað ikki nóg mikið, at tú dreivst hor, síðani tú drapst børn Míni og gavst tey burtur lætst tey ganga gjøgnum eldin, teimum til heiður! Í øllum andstygdum og hori tínum mintist tú ikki ungdómsdagar tínar, táið tú vart nakin og ber og lást og spraklaði í blóði tínum. Og oman á allan henda óndskap tín vei, vei tær! sigur Harrin HARRIN reisti tú tær hvølv* og gjørdi tær offurheyggj á hvørjum torgi.** Á hvørjum vegamóti bygdi tú tær offurheyggj og vanærdi vakurleika tín; tú legði sundur beinini fyri øllum, ið framvið komu, ja, tú dreivst hor í heilum. Tú dreivst hor við Egyptum, limastóru grannum tínum, ja, tú dreivst hor í heilum og eggjaði Meg soleiðis til vreiði. Men tá rætti Eg út hondina móti tær og minkaði um tað, ið Eg hevði ætlað tær, og Eg læt tær, ið hataðu teg, sleppa at gera við teg, sum tær vildu Filistaradøturnar, sum høvdu skomm av skemdaratburði tínum. Síðani dreivst tú hor við Assýringum tí ikki mettaðist tú; tú dreivst hor við teimum og mettaðist ikki kortini. Og tú útbreiddi horulív títt líka til keypmannalandið Kaldea; men heldur ikki tá mettaðist tú. Sum hjarta títt var følið sigur Harrin HARRIN táið tú gjørdi alt hetta, slíkt, sum eingin uttan skammleys skøkja ger táið tú á hvørjum vegamóti reisti tær hvølv og á hvørjum torgi gjørdi tær offurheyggj! Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, tí tú legði líka í skøkjuløn horkvinna tín, sum tekur ímóti fremmandum í staðin fyri ímóti manni tínum! Øllum skøkjum geva teir løn; men tú gavst øllum ástvinum tínum gávur og keypti teir til at koma til tín úr øllum ættum og dríva hor við tær. Og við tær var tað, tvørturímóti sum er við øðrum kvinnum: Eingin rann eftir tær til at dríva hor, men tú lætst skøkjuløn og fekst onga sjálv tú gjørdi, tvørturímóti sum aðrar. Hoyr tí orð HARRANS, skøkja tín! So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú hevur verið so óstýrilig í ólevnaði tínum og lyft hevur verðið burtur av blygd tíni, táið tú dreivst hor við bólarum tínum, og aftur fyri allar hinar viðurstyggiligu avgudar, ið tú hevur, og blóð barna tína, sum tú hevur givið teimum ja, tí skal Eg savna saman allar bólarar tínar, sum tú vart til gleði, bæði allar teir, ið tú elskaði, og allar teir, ið tú hataði Eg skal savna teir saman ímóti tær úr øllum ættum og lyfta burtur av blygd tíni framman fyri teimum, so teir síggja hana, alla sum hon er. Eg skal døma teg, sum kvinnur verða dømdar, ið dríva hor og úthella blóð, og Eg skal í vreiði Míni og álvara Mínum gera teg til blóð. Eg skal geva teg í hendur teirra, og teir skulu ríva niður hvølv títt, bróta niður offurheyggjar tínar, lata teg úr klæðunum, taka dýra skart títt og lata teg liggja har nakna og bera. Teir skulu kalla saman fólkaskara móti tær og steina teg og høgga teg sundur við svørðum sínum. Teir skulu brenna hús tíni av og halda dóm yvir tær, so mangar kvinnur síggja. Eg skal gera enda á horulívi tínum, og tú skalt ikki hereftir koma at lata skøkjuløn. Soleiðis skal Eg svala bræði Míni á tær, og so skal vreiði Mín víkja frá tær, og Eg skal halda Meg stillan og ikki vera illur longur. Aftur fyri at tú mintist ikki ungdómsdagar tínar, men eggjaði Meg til vreiði við øllum hesum, ja, so skal Eg eisini lata atburð tín koma yvir títt egna høvd sigur Harrin HARRIN tí hevur tú ikki gjørt hetta skemdarverk oman á allar viðurstygdir tínar! Øll, ið nýta orðtøk, skulu nýta hetta orðtak um teg: ?Sum móðir, so dóttir!? Tú ert dóttir móður tína, sum ikki vildi vita av manni og børnum sínum, og tú ert systir systrar tínar, sum ikki vildu vita av monnum og børnum sínum hetitisk kvinna var móðir tykkara, og Amoritur faðir tykkara. Eldra systir tín er Samaria við døtrum sínum, hon, ið býr vinstrumegin teg, og yngra systir tín hon, ið býr høgrumegin teg er Sodoma við døtrum sínum. Tað var ikki leiðir teirra, tú gekst, og ikki eftir viðurstygdum teirra, tú gjørdi lítla løtu, so bart tú teg verri at enn tær á øllum leiðum tínum. So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN Sodoma, systir tín, við døtrum sínum hevur ikki borið seg so at, sum tú og døtur tínar hava. Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; men hinum arma og fátæka rætti hon ikki hondina; tær vórðu hástórar og gjørdu tað, ið viðurstyggiligt var fyri ásjón Míni, og Eg beindi tær burt, táið Eg sá tað. Heldur ikki Samaria hevur syndað til helvtar móti tær; tú gjørdi mangan meiri viðurstyggiligt enn tær, og tú rættvísgjørdi systrar tínar við øllum viðurstygdunum, sum tú gjørdi. Ber tí eisini tú skomm tína, tú, sum hevur dømt systrum tínum til bata! Við tað at tú hevur gjørt enn viðurstyggiligari syndir enn tær, standa tær rættvísari enn tú; skammast tí, eisini tú, og ber skemd tína, tú, sum rættvísgert systrar tínar! Men Eg skal venda lagnu teirra lagnu Sodoma og døtra hennara og lagnu Samaria og døtra hennara og Eg skal venda lagnu tíni millum teirra fyri at tú skalt bera skomm tína og skammast við alt tað, ið tú hevur gjørt og soleiðis troysta tær. Systrar tínar, Sodoma og døtur hennara, skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum; Samaria og døtur hennara skulu aftur verða tað, sum tær vóru í forðum og tú og døtur tínar, tit skulu aftur verða tað, sum tit vóru í forðum. Hevði tú ikki systur tína Sodoma at taka til hugmóðsdagar tínar, áðrenn óndskapur tín kom fyri ein dag eins og ta tíðina kvinnurnar í Áram og allar tær, ið har rundanum búðu, háðaðu teg, og Filistarakvinnurnar, sum spottaðu teg úr øllum ættum! Horulív títt og viðurstygdir tínar skalt tú bera sjálv sigur HARRIN. Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera við teg, sum tú hevur gjørt, tú, ið vanvirdi eiðin og breytst sáttmálan! Men so skal Eg minnast sáttmála Mín við teg ungdómsdagar tínar, og Eg skal gera ævigan sáttmála við teg. Og tú skalt minnast atburð tín og skammast, táið tú tekur ímóti systrum tínum, bæði teimum, ið størri eru enn tú, og teimum, ið smærri eru enn tú, og Eg gevi tær tær til døtur, tóat tær vóru ikki við í sáttmála tínum. Eg skal gera sáttmála Mín við teg, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN fyri at tú skalt minnast atburð tín og skammast, ja, skammast so, at tú býður ikki til at tala aftur, táið Eg fyrigevi tær alt tað, ið tú hevur gjørt sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Líknilsi um fráfall Zedekiasar frá bábelskongi. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Ber húsi Ísraels upp gátu og tala til teirra í líknilsi sig: So sigur Harrin HARRIN: Hin stóra ørnin við stórum veingjum og longum flogfjaðrum, við tøttum fjøðurhami í ymiskum litum, kom til Libanon og tók toppin av sedristrænum. Hon breyt ovasta kvistin av og fór til keypmannalandið við honum og setti hann í handilsstaðin. So tók hon plantu har í landinum og setti hana í dýrkaða mark; hon plantaði hana á staði, har nógv vatn var, hon setti hana eins og pílatræ. Hon vaks upp og varð víntræ, ið breiddi seg langt út, men var lágvaksið, fyri at greinar tess skuldu venda sær til hennara,* og røtur tess vera undir henni. Og tað varð víntræ, ið fekk greinar og bar kvistar. Men har var onnur stór ørn við stórum veingjum og nógvari fjøður og víntræið toygdi røturnar yvir ímóti henni; úr staðnum, har tað var plantað, rætti tað greinarnar yvir til hennara, fyri at hon skuldi vatna tað. Í góðari jørð var tað plantað, á staði, har nógv vatn var, so tað kundi fáa greinar og bera ávøkst og verða valavíntræ. Sig tí: So sigur Harrin HARRIN: Kann tí nú gangast væl! Skulu ikki røtur tess verða skræddar upp, og skal ikki ávøkstur tess verða slitin av, so tað tornar burt! Øll bløðini, ið spretta á tí, skulu torna burt, og ikki við stórari styrki og nógvum fólki skal nakar vera førur fyri at fáa tað at vaksa upp aftur av rótunum. Víst er tað plantað men kann tí gangast væl! Skal tað ikki torna burt, heilt torna burt, við tað sama sum eystanvindurin fer at leika um tað! Á staðnum har tað veksur, skal tað torna burt. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Sig við hina ólýdnu ætt: Vita tit ikki, hvat hetta hevur at týða? Sig: Bábelskongur kom til Jerúsalem og tók kongin og høvdingarnar har og hevði teir við sær til Bábel. Síðani tók hann ein av kongaættini og gjørdi sáttmála við hann og tók hann í eið. Men stórmenn landsins tók hann við sær, fyri at tað skuldi vera kongaríki, ið lítið hevði at týða, og ikki hugmóða sær, men halda sáttmálan við hann og so verða standandi. Men hann fall frá honum og læt sendimenn sínar fara til Egyptalands, fyri at teir skuldu lata hann fáa hestar og nógv fólk. Kann honum gangast væl! Skal tann, ið slíkt ger, komast undan! Skal hann, ið brýtur sáttmála, komast undan! So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN har sum hann býr, kongurin, ið gjørdi hann til kong, men hvørs eið hann vanvirdi, og hvørs sáttmála hann breyt, hjá honum, mitt í Bábel, skal hann doyggja. Og ikki skal Farao við stórum heri og nógvum fólki koma honum til hjálpar í stríðinum, táið moldgarður verður laðaður upp, og skansar verða reistir til at volda mongum deyðan. Hann vanvirdi eiðin og breyt sáttmálan, tóat hann hevði givið handtak; alt hetta hevur hann gjørt hann skal ikki komast undan! Tí sigur Harrin HARRIN so: So satt sum Eg livi eiðin, ið hann svór um Meg, men kortini vanvirdi, og sáttmála Mín, sum hann breyt, skal Eg vissuliga lata koma yvir høvd hansara. Eg skal kasta garn Mítt yvir hann, og hann skal koma fastur í net Mítt; og Eg skal flyta hann til Bábel og ganga til dóms við honum har fyri trúloysið, ið hann hevur víst Mær. Allir teir, ið flýggja úr øllum herflokkum hansara, skulu falla fyri svørði, og teir, ið eftir verða, skulu verða spjaddir í allar ættir og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað. So sigur Harrin HARRIN: Tá skal Eg taka grein úr toppinum á hinum høga sedristrænum og seta hana; av ovastu greinum tess skal Eg bróta klænan kvist, og Eg skal planta hann á høgum, høgum fjalli. Á høga fjalli Ísraels skal Eg planta hann, og hann skal fáa greinar og bera ávøkst og verða valasedristræ; alskyns fuglar skulu búgva undir honum, alt, ið veingir hevur; í skugganum av greinum hansara skulu teir búgva. Og øll trø á markini skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi gjørt høgt træ lágt og lágt træ høgt, grønt træ turt og turt træ grønt; Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað. KAPITUL Hin guddómliga afturløning. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Hvussu tora tit at nýta hetta orðtak í Ísraelslandi: ?Fedrarnir eta súr vínber, og børnini fáa sárar tenn?? So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN skulu tit ikki longur nýta hetta orðtak í Ísrael. Allar sálirnar hoyra jú Mær til; bæði sál faðirsins og sál sonarins Mær hoyra tær til; tann, ið syndar, skal doyggja. Táið maður er rættvísur og ger rætt og rættvísi, etur ikki* á fjøllunum, kastar ikki eyguni á hinar andstyggiligu avgudar Ísraelsmanna, ger ikki konu næsta síns óreina, kemur ikki kvinnu nær, meðan hon er órein, kúgar ongan, men letur skuldaran fáa pant hansara aftur, rænir ikki frá øðrum, men gevur hinum svanga breyð sítt og klæðir hin nakna, lænir ikki fyri rentu og tekur ikki yvirmál, heldur hond síni frá órætti, dømir rættan dóm millum mann og mann, gongur eftir boðum Mínum og heldur lógir Mínar, so hann ger tað, ið rætt og gott er hann er rættvísur, hann skal vissuliga liva, sigur Harrin HARRIN. Men fær hann nú son, ið verður yvirgangskroppur, sum úthellir blóð og ger okkurt av øllum hesum ið hann sjálvur* ikki gjørdi ein, ið etur á fjøllunum, ger konu næsta síns óreina, kúgar hin arma og fátæka, rænir frá øðrum, letur ikki pantin aftur, kastar eyguni á hinar andstyggiligu avgudar, ger tað, ið viðurstyggiligt er, lænir fyri rentu og tekur yvirmál skuldi hann tá sloppið at livað! Nei, hann skal ikki sleppa at liva! Alt hetta viðurstyggiliga hevur hann gjørt, hann skal vissuliga bøta við lívinum, blóð hansara skal koma yvir hann. Men fær so uppaftur hann son, sum sær allar syndirnar, ið faðir hansara ger sær tær og ger ikki eftir teimum ein, ið ikki etur á fjøllunum, ikki kastar eyguni á avgudar Ísraelsmanna, ikki ger konu næsta síns óreina, ongan kúgar, ikki tekur pant, ikki rænir frá øðrum, men gevur hinum svanga breyð sítt og klæðir hin nakna, heldur hond síni frá hinum arma, ikki tekur rentu og yvirmál, men ger eftir lógum Mínum og gongur eftir boðum Mínum, so skal hann ikki doyggja fyri misgerð faðirs síns nei, vissuliga skal hann sleppa at liva. Men faðir hansara, sum gjørdi yvirgangsverk, rændi frá bróður sínum og gjørdi millum fólk sítt tað, ið ikki er gott ja, hann skal doyggja fyri misgerð sína. Og so siga tit: ?Hví skal ikki sonurin bera misgerð faðirs síns?? Sonurin hevur jú gjørt rætt og rættvísi; øll boð Míni hevur hann hildið og gjørt eftir teimum; hann skal vissuliga liva. Tann, ið syndar, skal doyggja; sonurin skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðirin skal ikki bera misgerð sonar síns; rættvísi hins rættvísa skal hvíla yvir honum, og gudloysi hins gudleysa skal hvíla yvir honum. Men táið hin gudleysi vendir við frá øllum syndunum, ið hann hevur gjørt, heldur øll boð Míni og ger rætt og rættvísi, so skal hann vissuliga liva, hann skal ikki doyggja. Einki av misbrotunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; aftur fyri rættvísina, ið hann hevur gjørt, skal hann liva. Skuldi Eg havt gleði av, at hin gudleysi doyr! sigur Harrin HARRIN; man Eg ikki heldur hava gleði av, at hann vendir frá leið síni og livir! Men táið hin rættvísi vendir frá rættvísi síni og ger órætt, ger eftir øllum viðurstygdunum, ið hin gudleysi ger skuldi hann tá sloppið at livað! Eingin av rættvísigerðunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; fyri trúloysið, ið hann hevur víst, og fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja. Og so siga tit: ?Atburður HARRANS er ikki rættur!? Hoyr nú, hús Ísraels! Er tað atburður Mín, ið ikki er rættur! Er tað ikki atburður tykkara, ið ikki er rættur! Táið hin rættvísi vendir frá rættvísi síni og ger órætt, skal hann doyggja til straff fyri tað; fyri órættin, ið hann ger, skal hann doyggja. Og táið hin gudleysi vendir frá gudleysa atburði sínum og ger rætt og rættvísi, skal hann bjarga lívinum. Hann sá og vendi við frá øllum misbrotunum, ið hann hevði gjørt; hann skal vissuliga liva, hann skal ikki doyggja. Og tó sigur hús Ísraels: ?Atburður HARRANS er ikki rættur!? Er tað atburður Mín, ið ikki er rættur, hús Ísraels! Er tað ikki atburður tykkara, ið ikki er rættur! Tí skal Eg døma tykkum, hús Ísraels, hvønn eftir atburði hansara sigur Harrin HARRIN. Vendið við, vendið tykkum burt frá øllum misbrotum tykkara, so ikki onkur misgerð verður tykkum til fall! Kastið frá tykkum øll misbrot tykkara, sum tit hava gjørt móti Mær, og fáið tykkum nýtt hjarta og nýggjan anda! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels? Tí Eg havi onga gleði av, at nakar doyr sigur Harrin HARRIN; vendið tí við, so skulu tit liva! KAPITUL Sorgarsongur um kongahús Juda. Og tú tak at syngja sorgarsong um høvdingar Ísraels sig: Hvat er móðir tín? Honleyva; millum leyvur lá hon, millum ungleyvur aldi hon upp ungar sínar. Ein unga sín vandi hon upp; hann varð ungleyva, hann lærdi at ríva til sín rán, hann át menniskju. Men fólkasløgini fingu at hoyra um hann; í grøv teirra varð hann fangaður, og við nasaringi leiddu teir hann til Egyptalands. Táið hon nú sá, at hon hevði bíðað til einkis, at vón hennara var gingin til grundar, tók hon ein annan av ungum sínum og gjørdi hann til ungleyvu. Millum leyvur gekk hann; hann varð ungleyva, og hann lærdi at ríva til sín rán; hann át menniskju. Hann neyðtók einkjur teirra og legði býir teirra í oyði; og landið og alt, ið har var, stívnaði av ræðslu fyri brøli hansara. Tá settu fólkini úr landspørtunum har rundanum snerrur fyri hann og breiddu út garn sítt yvir hann; hann varð fangaður í grøvini, sum teir høvdu grivið. So settu teir hann við króki í nøsini í búr og fóru við honum til kongin í Bábel; har settu teir hann í fasta borg, fyri at mál hansara skuldi ikki hoyrast aftur í Ísraelsfjøllum. Meðan tú livdi í friði, var móðir tín sum víntræ, ið er plantað við vatn; fruktbart var tað og fult av greinum, av tí at tað hevði nógva vætu. Tað fekk sterkar greinar, sum dugdu til høvdingastavir; høgt vaks tað, upp millum skýggini, og tað sást langt, við tað at tað var so høgt og hevði so nógvar greinar. Tá varð tað rykt upp í vreiði og kastað til jarðar; og eystanvindurin turkaði burt ávøkst tess; hinar sterku greinar tess vórðu rivnar av og tornaðu upp, og eldur oyddi tað. Og nú er tað plantað í oyðimørkini, í turrum og tystum landi. Eldur gekk út úr høvuðsgrein* tess; hann oyddi ávøkst tess, og eingin sterk grein er eftir á tí, til høvdingastav. Sorgarsongur er hetta, og sorgarsongur skal tað verða! KAPITUL Ólýdni Ísraels. Tað verður vrakað, men til endan signað. Sjeynda árið, tann tíggjunda í fimta mánaði, komu nakrir av hinum elstu Ísraels at spyrja HARRAN til ráðs; og teir settust framman fyri meg. Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Tala við hinar elstu Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin HARRIN: Eru tit komnir at spyrja Meg til ráðs? So satt sum Eg livi, lati Eg Meg ikki spyrja til ráðs av tykkum! sigur Harrin HARRIN. Vilt tú døma teir, vilt tú døma teir, menniskjasonur! Tala við teir um viðurstygdir fedra teirra og sig við teir: So sigur Harrin HARRIN: Tann dag Eg útvaldi Ísrael og lyfti hondini til eið fyri avkomi Jákups húss og opinberaði Meg fyri teimum í Egyptalandi, táið Eg lyfti hondini til eið fyri teimum og segði: ?Eg eri HARRIN Gud tykkara!? tann dag lovaði Eg teimum við upplyftari hond, at Eg skuldi leiða tey út av Egyptalandi til land, ið Eg hevði valt teimum, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, hitt fagrasta av øllum londum. Og Eg segði við tey: ?Ein og hvør tykkara má kasta burtur viðurstygdirnar, ið hann hevur fyri eygum, og tit mugu ikki gera tykkum órein við avgudum Egyptalands Eg eri HARRIN Gud tykkara!? Men tey vóru Mær ólýðin og vildu ikki lurta eftir Mær; tey kastaðu ikki burt viðurstygdirnar, ið tey høvdu fyri eygum, og vendu sær ikki frá avgudum Egyptalands. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey og tøma út bræði Mína á tey mitt í Egyptalandi. Men tað, ið Eg gjørdi, gjørdi Eg fyri navns Míns skuld, fyri at tað ikki skuldi verða vanhalgað fyri eygum fólksins, ið tey búðu millum, og sum hevði sæð, at Eg opinberaði Meg fyri teimum til at leiða tey út av Egyptalandi. Eg leiddi tey tá út av Egyptalandi og læt tey koma inn í oyðimørkina. Eg gav teimum boð Míni og kunngjørdi teimum lógir Mínar; tí tað menniskja, ið heldur tey, skal liva við teimum. Eisini sabbatar Mínar gav Eg teimum, so teir skuldu vera tekin millum Meg og tey, fyri at tey skuldu vita, at Eg, HARRIN, eri tann, ið halgar tey. Men hús Ísraels var Mær ólýðið í oyðimørkini; tey gingu ikki eftir boðum Mínum og vrakaðu lógir Mínar og tað menniskja, ið heldur tey, skal tó liva við teimum og sabbatar Mínar vanhalgaðu tey í stórum. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey í oyðimørkini og gera enda á teimum. Men tað, ið Eg gjørdi, gjørdi Eg fyri navns Míns skuld, fyri at tað skuldi ikki verða vanhalgað fyri eygum fólkanna, ið høvdu sæð, at Eg hevði leitt tey út. Men Eg lyfti eisini hondini fyri teimum í oyðimørkini og svór, at Eg skuldi ikki lata tey koma inn í landið, sum Eg hevði givið teimum, landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt fagrasta av øllum londum aftur fyri at tey vrakaðu lógir Mínar, ikki gingu eftir boðum Mínum og vanhalgaðu sabbatar Mínar; tí hjarta teirra gekk eftir avgudum teirra. Men eyga Mítt spardi tey, so Eg forkom teimum ikki; Eg gjørdi ikki heilt enda á teimum í oyðimørkini. So segði Eg við børn teirra í oyðimørkini: ?Gangið ikki eftir boðum fedra tykkara, haldið ikki lógboð teirra, og gerið tykkum ikki órein við avgudum teirra! Eg eri HARRIN Gud tykkara; gangið eftir boðum Mínum, og haldið lógir Mínar og gerið eftir teimum! Og haldið sabbatar Mínar heilagar! Teir skulu vera tekin millum Meg og tykkum, fyri at tit skulu vita, at Eg, HARRIN, eri Gud tykkara.? Men børnini vóru Mær ólýðin; tey gingu ikki eftir boðum Mínum og hildu ikki lógir Mínar, so tey gjørdu eftir teimum og tað menniskja, ið heldur tey, skal tó liva við teimum og sabbatar Mínar vanhalgaðu tey. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey og tøma út bræði Mína á tey í oyðimørkini. Tó helt Eg hond Míni aftur og gjørdi tað, ið Eg gjørdi, fyri navns Míns skuld, fyri at tað skuldi ikki verða vanhalgað fyri eygum fólkanna, ið høvdu sæð, at Eg hevði leitt tey út. Men Eg lyfti eisini hondini fyri teimum í oyðimørkini og svór, at Eg skuldi spjaða tey millum tjóðirnar og stroya tey út um londini aftur fyri at tey hildu ikki lógir Mínar, men vrakaðu boð Míni og vanhalgaðu sabbatar Mínar, og eygu teirra gingu eftir avgudum fedra teirra. Tí gav Eg teimum eisini boð, ið ikki vóru góð, og lógir, sum tey ikki kundu liva við. Eg læt tey verða órein við offurgávum teirra við tað at tey lótu alt, ið opnar móðurlív, ganga gjøgnum eldin; tí Eg vildi sláa tey við ræðslu, so tey skuldu sanna, at Eg eri HARRIN. Tala tí til hús Ísraels, menniskjasonur, og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eisini við tí háðaðu fedrar tykkara Meg, at teir vóru Mær trúleysir. Eg leiddi teir inn í landið, sum Eg við upplyftari hond hevði svorið at geva teimum; men hvørja ferð teir sóu høga hædd ella blaðríkt træ, ofraðu teir har sláturoffur síni og bóru har fram andstyggiligu offurgávur sínar; har lótu teir góða offuranga sín stíga upp, og har útheltu teir drykkjuoffur síni. Tá segði Eg við teir: ?Hvat eru hesar offurhæddir, síðani tit leita til teirra!? Og kortini rópast tær offurhæddir enn í dag. Sig tí við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Skulu tit tá gera tykkum órein á sama hátt sum fedrar tykkara og í trúleysum fráfalli renna eftir viðurstygdum teirra! Tit gera tykkum enn í dag órein við øllum avgudum tykkara, við tí at tit bera teimum fram gávur tykkara og lata børn tykkara ganga gjøgnum eldin. Skuldi Eg tá latið Meg spurt til ráðs av tykkum, hús Ísraels! So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN lati Eg Meg ikki spyrja til ráðs av tykkum! Og aldri skal tað henda, sum tit hava fingið í huga, táið tit siga: ?Vit vilja vera sum heidningarnir, sum fólkini í øðrum londum, vit vilja dýrka træ og stein!? So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN -: Við sterkari hond, útrættum armi og fossandi vreiði skal Eg vísa, at Eg eri kongur tykkara! Við sterkari hond, útrættum armi og fossandi vreiði skal Eg leiða tykkum burt frá fólkasløgunum og savna tykkum úr londunum, hagar tit eru spjadd. Eg skal leiða tykkum inn í oyðimørk tjóðanna, og har skal Eg ganga til dóms við tykkum, andlit til andlit; eins og Eg í oyðimørk Egyptalands gekk til dóms við fedrum tykkara, skal Eg ganga til dóms við tykkum sigur Harrin HARRIN. Eg skal lata tykkum ganga undir stavinum, og Eg skal leiða tykkum inn í sáttmálabandið; Eg skal skilja frá tykkum tey, sum ólýðin vóru, og tey, sum fullu frá Mær; Eg skal flyta tey út av landinum, har tey eru í útlegd, men til Ísraelsland skal eingin teirra koma og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Og tit, hús Ísraels! So sigur Harrin HARRIN: Farið og dýrkið hvør avgudar sínar! Men síðani skulu tit sanniliga lurta eftir Mær og ikki longur vanhalga heilaga navn Mítt við gávum og avgudum tykkara. Tí á heilaga fjalli Mínum, á høga fjalli Ísraels sigur Harrin HARRIN har skal alt hús Ísraels, har skulu øll, sum í landinum eru, tæna Mær; har skal Eg í náði taka ímóti teimum, og har skal Eg spyrja eftir offurgávum tykkara og eftir frumgróðrinum, sum tit bera fram av øllum, ið tit halga. Fyri hin góða angan skal Eg í náði taka ímóti tykkum, táið Eg leiði tykkum út frá tjóðunum og savni tykkum úr londunum, hagar tit eru spjadd, og fyri eygum tjóðanna opinberi Meg á tykkum sum hin Heilaga. Tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg leiði tykkum inn í Ísraelsland, inn í landið, sum Eg við upplyftari hond havi svorið at geva fedrum tykkara. Har skulu tit minnast atburð tykkara og allar gerðirnar, ið tit hava gjørt tykkum órein við, og tit skulu vamlast við tykkum sjálv fyri allar illgerðirnar, ið tit hava gjørt. Tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg geri so við tykkum fyri navns Míns skuld og ikki eftir ónda atburði tykkara og skammleysu verkum tykkara, hús Ísraels! sigur Harrin HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum suðureftir og prædika móti suðri, profetera móti skóglandinum í suðri! Sig við skógin í suðri: Hoyr orð HARRANS! So sigur Harrin HARRIN: Eg seti eld á teg, og hann skal brenna hvørt grønt træ og hvørt turt træ í tær; hin logandi eldur skal ikki sløkna, nei, hvørt andlit, úr suðri og í norður, skal verða brent av honum. Og alt hold skal síggja, at Eg, HARRIN, havi kynt hann hann skal ikki sløkna! Tá segði eg: ?Á Harri HARRI! Tey siga um meg: ?Hann talar jú bert í líknilsum!?? KAPITUL Svørð Harrans, Revsingin yvir Juda og kongin har og yvir Ammonitar, Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Jerúsalem og prædika móti halgidóminum, profetera móti Ísraelslandi! Sig við Ísraelsland: So sigur HARRIN: Eg komi yvir teg og dragi svørðið úr slíðrunum, og Eg skal týna úr tær bæði rættvís og gudleys. Við tað at Eg ætli at týna úr tær bæði rættvís og gudleys, skal svørð Mítt leypa úr slíðrunum móti øllum holdi, úr suðri og í norður. Og alt hold skal sanna, at Eg, HARRIN, havi drigið svørðið úr slíðrunum; tað skal ikki fara í teir aftur! Men tú, menniskjasonur, skalt suffa, sum lendar tínar skuldu brostið; í sárari kvøl skalt tú suffa fyri eygum teirra. Táið tey tá siga við teg: ?Hví suffar tú?? skalt tú svara: ?Yvir tíðindi; tí táið tey koma, skal hvørt hjarta bráðna, allar hendur skulu verða máttleysar, hvør andi skal vikna, og øll knø skulu verða sum vatn; ja, tað kemur, og tað skal ganga út! sigur Harrin HARRIN.? Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Profetera og sig: So sigur HARRIN: Sig: Svørð svørð er hvest, og brýnt er tað við. Til at drepa er tað hvest, til at skyggja sum snarljósið er tað brýnt. Ella skuldu vit glett okkum, tú ætt sonar Míns, tú, sum líka leggur í alt træ!* Tað skuldi brýnast til at verða tikið í hond; tað er hvest, hetta svørðið, og tað er brýnt til at verða givið drápsmanni í hond. Rópa og vena teg, menniskjasonur! Tí tað kemur yvir fólk Mítt, tað kemur yvir allar høvdingar Ísraels; teir verða givnir upp til svørðið saman við fólki Mínum. Slá teg tí á lendarnar! Tí roynsla kemur, og hvønn skuldi hon komið yvir, um ikki yvir ættina, sum líka leggur í revsing! sigur Harrin HARRIN. Men tú, menniskjasonur! Profetera og slá saman hendur! Dupult, ja, trífalt kemur svørðið, svørðið, ið drepur mong, svørðið, ið drepur hin stóra,* tað, ið hóttir tey úr øllum ættum. Fyri at hjørtuni skulu bráðna, og mong skulu falla, seti Eg skyggjandi svørð móti øllum portrum teirra ja, tað er gjørt til at skyggja sum snarljósið, hvest til at drepa. Tak til tín og høgg til høgru, vend tær og høgg til vinstru hagar sum egg tín er ætlað! Eisini Eg skal sláa saman hendur og svala vreiði Míni Eg, HARRIN, havi talað. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tú, menniskjasonur! Ger tær tveir vegir, sum svørð bábelskongs kann koma eftir! Úr sama landi skulu teir báðir liggja; og set vegvísara set hann, har sum teir báðir bývegirnir skiljast! Ein veg skalt tú gera, sum svørðið kann koma eftir til Rabba í Ammonitalandi, og ein til Juda, inn í Jerúsalem, hin víggirda stað. Tí bábelskongur stendur á vegamótinum, har sum vegirnir báðir skiljast, til at lata spáa sær; hann ristir pílarnar, spyr húsgudarnar til ráðs, hyggur at livrini. Í høgru hond fær hann lutin Jerúsalem at hann skal seta upp múrbrótarar, lata upp munnin við rópum, lata herróp gella, seta upp múrbrótarar móti portrunum, laða upp moldgarð og reisa skansar. Men hetta er í eygum teirra bert tómur spádómur tey hava jú hinar heilagastu eiðir! Men Hann minnir um misbrot teirra, fyri at tey skulu verða tikin. Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit sjálv minna um misgerð tykkara, við tað at misbrot tykkara opinberast, so syndir tykkara verða sjónskar í øllum, sum tit gera við tað at Eg soleiðis verði mintur um tykkum, skulu tit verða tikin á hondum. Og tú deyðadømdi, tú gudleysi, høvdingi Ísraels, hvørs dagur er komin, táið misgerðin er gjørd, sum leiðir til undirgang! So sigur Harrin HARRIN: Tak húgvuna av, niður við krúnuni! Tað, ið nú er, skal ikki vera longur upp við hinum lága, niður við hinum høga! Eyrdungar, eyrdungar, eyrdungar geri Eg tað til! Og tað skal ikki vera úti við hesum heldur inntil Hann kemur, sum rætturin hoyrir til, og Eg gevi Honum hann. Tú, menniskjasonur! Profetera og sig: So sigur Harrin HARRIN um Ammonitar og háð teirra: Tú skalt siga: Svørð svørð er drigið, brýnt til at drepa, til at verða mettað og skyggja sum snarljós, meðan fáfongdarsjónir verða skoðaðar tær, og lygispádómar verða bornir tær fyri at leggja teg undir liðina á hálsum hinna gudleysu, ið dripin eru, hvørja dagur er komin, táið misgerðin er gjørd, sum leiðir til undirgang. Stikk svørðið í aftur slíðrarnar! Á tí staði har sum tú vart skaptur, í tí landi har sum tú ert upprunnin, skal Eg døma teg. Eg skal úthella yvir teg bræði Mína; vreiðield Mín skal Eg lata loga móti tær, og Eg skal geva teg villum menniskjum í hendur, sum eru meistarar í at oyða. Tú skalt verða eldinum til føði; blóð títt skal verða úthelt í landi tínum; eingin skal minnast teg longur tí Eg, HARRIN, havi talað. KAPITUL Syndalisti Jerúsalems og revsingin yvir tað. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tú, menniskjasonur! Vilt tú døma vilt tú døma blóðstaðin! Minn hann á allar viðurstygdir hansara sig: So sigur Harrin HARRIN: Á býur, sum hevur úthelt blóð teirra, sum í tær búgva fyri at tíð tín skal koma, tú, ið hevur gjørt tær avgudar og soleiðis ert vorðin óreinur! Við blóðinum, ið tú hevur úthelt, ert tú vorðin sekur, og við avgudunum, ið tú hevur gjørt, ert tú vorðin óreinur; tú hevur fingið dagar tínar at nærkast og hevur nátt ár tíni; tí geri Eg teg tjóðunum til háð og øllum londum til spott. Tey, sum nær eru, og tey, sum langt burtur frá tær eru, skulu spotta teg, tú við spilta navni tínum og stóra óskili tínum! Høvdingar Ísraels í tær nýttu jú allir arm sín til at úthella blóð. Faðir og móðir vórðu vanvird í tær; hin fremmandi varð kúgaður í tær; hin faðirleysi og einkjan liðu órætt í tær. Halgidómar Mínar vanvirdi tú, og sabbatar Mínar vanhalgaði tú. Baktalarar vóru í tær, til at úthella blóð, og etið* varð á fjøllum tínum; skemdarverk vórðu gjørd í tær. Í tær lyftu teir burtur av blygd faðirs síns; í tær komu teir kvinnuni nær, ta tíðina hon var órein. Ein bar seg viðurstyggiliga at við konu næsta síns; ein annar vanærdi í skammiligum siðloysi sonarkonu sína; uppaftur ein annar í tær kom systur síni nær, dóttur faðirs síns. Í tær lótu teir seg keypa til at úthella blóð; rentu og yvirmál tókst tú; við yvirgangi gjørdi tú næsta tínum órætt, og Meg gloymdi tú sigur Harrin HARRIN. Men Eg slái saman hendur yvir hin órættvísa vinning, ið tú hevur savnað tær, og yvir blóðið, ið tú úthellir hjá tær. Kann hjarta títt standa seg, ella kunnu hendur tínar vera sterkar, teir dagar tú fært við Meg at gera! Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað. Eg skal spjaða teg millum tjóðirnar og stroya teg út um londini, og Eg skal taka burtur frá tær alla óreinsku tína. Tú skalt verða vanhalgaður fyri eygum heidninganna sjálvgjørt og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hús Ísraels er vorðið Mær ilska; tey eru øll somul sum kopar, tin, jarn og blýggj í ovni; silvurilska eru tey vorðin. Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit øll eru vorðin ilska ja, so skal Eg savna tykkum saman í Jerúsalem. Eins og ein savnar saman silvur, kopar, jarn, blýggj og tin í ovni og blæsur í eldin til at bræða tað, so skal Eg í vreiði og bræði Míni savna tykkum saman og leggja tykkum í ovnin og bræða tykkum. Ja, Eg skal savna tykkum saman og blása upp vreiðield Mín móti tykkum, og tit skulu verða brædd í honum. Sum silvur verður brætt í ovni, so skulu tit verða brædd í honum, og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi úthelt vreiði Mína yvir tykkum. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Sig við tað*: Tú ert land, ið ikki er reinsað, sum ikki er skolað av regni vreiðidagin. Profetarnir, ið har eru, hava svorið seg saman og eru sum brølandi leyva, ið skræðir sundur rán sítt; teir eta upp sálir, teir ríva til sín ognir og tað, ið dýrabart er; teir gera mangar til einkjur har. Prestarnir har broyta við valdi lóg Mína og vanhalga halgidómar Mínar; teir gera ongan mun á heiløgum og vanheiløgum og læra ongan at gera mun á óreinum og reinum; fyri sabbatum Mínum lata teir eyguni aftur, og Eg verði vanhalgaður millum teirra. Høvdingarnir harinni eru sum úlvar, ið skræða sundur rán sítt; teir úthella blóð og forkoma sálum fyri at savna sær órættvísan vinning. Profetarnir, ið tey hava, hvítta fyri tey við kálki; teir skoða fáfongd og spáa teimum lygn og siga: ?So sigur Harrin HARRIN!? tóat HARRIN hevur ikki talað. Fólkið í landinum ger yvirgangsverk og rænir; hin arma og fátæka kúga tey, og móti hinum fremmanda gera tey yvirgangsverk tvørturímóti lóg og rætti. Eg leitaði millum teirra eftir manni, ið vildi reisa múr og stíga fram í skarðið móti Mær, landinum til verju, so Eg legði tað ikki í oyði men Eg fann ongan. Tí úthelli Eg bræði Mína yvir tey, í brennandi vreiði Míni geri Eg enda á teimum; atburð teirra lati Eg koma yvir høvd teirra sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Systrarnar Ohola (Samaria) og Oholiba (Jerúsalem). Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Tvær kvinnur vóru, døtur somu móður. Tær drivu hor í Egyptalandi, í ungdóminum drivu tær hor; har varð krámað á bróstum teirra, og har kroystu teir moybarm teirra. Hin eldra æt Ohola, og systir hennara Oholiba. Síðani vórðu tær Mínar og áttu synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Ohola er Samaria, og Oholiba Jerúsalem. Men Ohola dreiv hor í staðin fyri at halda seg til Mín; hon brann av trá eftir bólarum sínum, Assýringum, sum vóru komnir henni nær, klæddir í bláum purpuri, jallar og landstjórar, vakrir unglingar allir samlir, hestmenn á hestum sínum. Til teirra helt hon seg í hori, til allar útvaldu synir Assurs; hon gjørdi seg óreina við øllum teimum, ið hon brann av trá eftir við øllum avgudum teirra. Men horulívi sínum úr Egyptalandi gav hon ikki uppat við; teir høvdu jú ligið hjá henni, táið hon var ung, teir høvdu kroyst moybarm hennara, og teir høvdu helt út yvir hana hor sítt. Tí gav Eg hana í hendur bólara hennara, í hendur Assýringa, sum hon brann av trá eftir. Teir lyftu burtur av blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so hon varð tiltikin millum kvinnurnar; soleiðis hildu teir dóm yvir henni. Hetta sá Oholiba, systir hennara, og tó var hon enn skammleysari í lystum sínum enn hon og enn verri í hordómi sínum enn systirin. Hon brann av trá eftir Assýringum, jøllum og landstjórum, sum vóru komnir henni nær, stásiliga skrýddir, hestmenn á hestum sínum, vakrir unglingar allir samlir. Eg sá, at hon var vorðin órein; ein og sama veg gingu báðar. Men hon fór enn longur í hordómi sínum. Táið hon sá menn málaðar á bróstið, myndir av Kaldearum, málaðum við reyðum, gyrdum við belti um lendarnar, við niðurhangandi, litaðum húgvum á høvdunum allir vóru teir at síggja sum vagnkappar ja, táið hon fekk at síggja hesar myndir av sonum Bábels, sum høvdu Kaldea til føðiland, brann hon av trá, við tað sama sum hon fekk eyga á teir, og hon sendi boð til Kaldea til teirra. Synir Bábels komu tá til hennara og lógu hjá henni í elskhugi og gjørdu hana óreina við hori sínum; men táið hon var vorðin órein við teimum, vendi sál hennara sær frá teimum. Men táið hon dreiv hor sítt so opinlýst og lyfti burtur av blygd síni, vendi sál Mín sær frá henni, eins og sál Mín hevði vent sær frá systur hennara. Tó fór hon enn longur við hordómi sínum; hon mintist ungdómsdagar sínar, táið hon dreiv hor í Egyptalandi, og so fór hon at brenna av trá eftir horkøllunum har, ið høvdu hold sum esil og vóru graðir sum hestar. Ja, hugur tín stóð aftur til ungdómsskammloysi títt, táið Egyptar kroystu barm tín og krámaðu á moybróstum tínum. Tú, Oholiba! Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg eggi móti tær bólarar tínar, teir, ið sál tín hevur vent sær frá, og Eg lati teir koma yvir teg úr øllum ættum, synir Bábels og allar Kaldearar, Pekod, Sjoa og Koa og við teimum allar synir Assurs, vakrar unglingar, jallar og landstjórar allar samlar, vagnkappar, navnframar menn, ríðandi á hestum allar samlar. Teir skulu koma móti tær við hervaldi, við vagnum og hjólum og við skara av fólkasløgum; stórar skjøldir, smáar skjøldir og hjálmar skulu teir seta móti tær rundan um teg. Eg skal seta teir til dómarar, og teir skulu døma teg við dómum sínum. Eg skal lata vreiði Mína ganga yvir teg, og teir skulu leggja á teg í øði; nøs og oyru skulu teir skera av tær, og tað, ið eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; synir og døtur tínar skulu teir taka, og tað, ið eftir verður av tær, skal eldurin oyða. Teir skulu skræða klæðini av tær og taka hitt dýra skart títt. Soleiðis skal Eg gera enda á skemdaratburði og horulívi tínum úr Egyptalandi, og tú skalt ikki lyfta eygunum til teirra uppaftur og ikki aftur minnast Egyptaland. Tí so sigur Harrin HARRIN: Eg gevi teg í hendur teirra, sum tú hatar, í hendur teirra, sum sál tín hevur vent sær frá. Teir skulu leggja á teg í hatri, taka alt, ið tú hevur vunnið við strevi tínum, og lata teg verða eftir, nakna og bera; ja, horuskomm tíni skal verða lyft burtur av, og skemdaratburður tín og hordómur tín skulu síggjast. Hetta skal verða gjørt við teg, aftur fyri at tú í hori hevur runnið eftir heidningafólkum og gjørt teg óreina við avgudum teirra. Somu leið sum systir tín hevur tú gingið; tí rætti Eg tær sama steypið, sum hon fekk. Ja, so sigur Harrin HARRIN: Steyp systur tínar skalt tú drekka hitt djúpa og víða; tú skalt verða til látur og spott tað tekur nógv! Tú skalt verða drukkin og full av sorg oyðingar- og herjingarsteyp er steyp Samaria, systur tínar! Tú skalt drekka tað úr til seinasta dropa, og brotini av tí skalt tú gnaga og ríva bróst tíni sundur; tí Eg havi talað sigur Harrin HARRIN. Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tú gloymdi Meg og kastaði Meg aftur um bak, skalt tú bera revsingina fyri siðloysi títt og hor títt. Og HARRIN segði við meg: Menniskjasonur! Vilt tú døma Oholu og Oholibu, so minn tær á viðurstygdir teirra! Tí tær hava drivið hor, og blóð er á hondum teirra; við avgudum sínum hava tær drivið hor, ja, og børn síni, sum Eg átti við teimum, hava tær latið ganga gjøgnum eldin teimum til føði. Eisini hetta gjørdu tær Mær: Sama dag gjørdu tær halgidóm Mín óreinan og vanhalgaðu sabbatar Mínar. Táið tær høvdu dripið børn síni fyri avgudum sínum, komu tær sama dagin í halgidóm Mín og vanhalgaðu hann; ja, so bóru tær seg at í húsi Mínum! Enn meir: Tær sendu boð eftir monnum, sum skuldu koma langvegis; sendimenn vórðu sendir eftir teimum og teir komu, teir, ið tú hevði baðað tær fyri og litað eyguni og skrýtt teg við skarti tínum. Og tú satst á dýrari legu, og borðreitt var framman fyri hana; roykilsi Mítt og olju Mína hevði tú sett á borðið. Gangurin frá kátari mannamúgvu hoyrdist har inni, og til teir menn av fólkahópinum, ið vóru har, fóru teir eftir drykkjubrøðrum úr oyðimørkini. So spentu teir armbond um handliðir teirra* og settu fagrar krúnur á høvd teirra. Tá segði Eg um hina útslitnu skøkju: ?Nú dámar teimum at dríva hor við henni, ja, við henni!? Teir gingu inn til hennara, sum farið verður inn til skøkju; soleiðis gingu teir inn til Oholu og Oholibu, horkvinnurnar. Men rættvísir menn skulu døma tær, sum horkvinnur verða dømdar og kvinnur, ið úthella blóð; tí horkvinnur eru tær, og blóð er á hondum teirra. Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal stevna saman fólkaskara móti teimum og geva tær upp til ringa viðferð og rán. Fólkaskarin skal steina tær og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir og døtur teirra skulu teir drepa, og hús teirra skulu teir brenna av. Soleiðis skal Eg gera enda á skemdaratburðinum í landinum, og allar kvinnur skulu taka við ávaring og ikki bera seg so skammiliga at sum tit. Skemdaratburður tykkara skal verða lagdur á tykkum sjálvar, og tit skulu bera revsingina fyri syndir tykkara við avgudum tykkara. Og tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN. KAPITUL Rustaður pottur sum mynd uppá Jerúsalem, Hvussu profeturin skuldi bera seg at, táið kona hansara var deyð, Orð HARRANS kom til mín níggjunda árið, tann tíggjunda í tíggjunda mánaði; Hann segði: Menniskjasonur! Skriva tær upp navnið á hesum degi júst hesum degi! Tí júst í dag hevur bábelskongur lagt á Jerúsalem. Og set fram líknilsi fyri hina ólýdnu ætt sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Set pottin útyvir, set hann útyvir og lat so vatn í hann! Lat síðani kjøtstykkini tilsamans í hann, øll góð stykki, tjógv og bógv! Fyll hann við hinum bestu beinum! Tak hitt besta av smáfænum, og legg so brenni undir hann til at kóka beinini! Lat tað kóka, so munar! Beinini kóka longu í honum. Tí sigur Harrin HARRIN so: Vei blóðstaðnum, hasum rustaða potti, sum rusturin ikki er farin av! Tak upp úr honum eitt stykkið fyri og annað eftir! Ikki verður kastaður lutur um tey. Tí blóðið, ið hann hevur úthelt, er enn í honum; hann hevur latið tað renna á beru klettarnar; hann hevur ikki helt tað á jørðina, so moldin kundi fjalt tað. Fyri at vísa vreiði Mína og fyri at taka hevnd havi Eg latið blóðið, ið hann hevur úthelt, runnið á beru klettarnar, so tað skuldi ikki verða fjalt. Tí sigur Harrin HARRIN so: Vei blóðstaðnum! Ja, Eg skal gera bálið stórt. Legg nógvan við aftrat, kynd upp eldin! Lat kjøtið verða moyrt, og soðið kóka burtur, so beinini brennast! Og lat pottin standa tóman á glóðunum, so hann verður heitur so koparið í honum fer at gløða, og óreinska hansara bræðist burtur, og rustur hansara tærist burtur! Troyttandi arbeiði hevur hann volt Mær, og tó er hin tjúkki rustur ikki av honum farin. Í eldin við rusti hansara! Óreinska tín er skomm; við tað at Eg havi reinsað teg, men tú ert ikki vorðin reinur, skalt tú ikki sleppa frá aftur óreinsku tíni, fyrrenn Eg havi svalað vreiði Míni á tær. Eg, HARRIN, havi talað; tað kemur, og Eg skal gera tað; Eg lati tað ikki vera og eiri ikki og angri ikki; eftir atburði tínum og gerðum tínum skalt tú verða dømdur sigur Harrin HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hana, ið eygu tíni hava gleði sína í, taki Eg frá tær við bráðum deyða; men tú mást ikki gremja teg og ikki gráta tár tíni mugu ikki renna. Suffa í loynd og halt ikki syrgihátíð sum eftir ein deyðan! Bind húgvu tína á teg, lat teg í skógvar tínar, fjal ikki skeggið, og et ikki sorgarbreyð! Eg talaði so um morgunin til fólkið, og kona mín doyði um kvøldið; og morgunin eftir gjørdi eg, sum mær var sagt. Tá segði fólkið við meg: ?Vilt tú ikki siga okkum, hvat tað hevur at týða, at tú gert so?? Eg svaraði teimum: Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Sig við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Eg vanhalgi halgidóm Mín, sum tit í hugmóði líta á, sum eygu tykkara hava gleði sína í, og sum sál tykkara tráar eftir; og synir og døtur tykkara, sum tit hava latið eftir, skulu falla fyri svørði. Tá skulu tit gera, sum eg havi gjørt: Skegg tykkara skulu tit ikki fjala, og sorgarbreyð skulu tit ikki eta; húgvurnar skulu tit hava á høvdinum og skógvarnar á fótunum; tit skulu ikki gremja tykkum og ikki gráta; nei, tit skulu svinna burtur í misgerðum tykkara og suffa hvør við øðrum. Ezekiel skal vera tykkum tekin; tit skulu á allan hátt gera, sum hann hevur gjørt. Táið tað kemur, skulu tit sanna, at Eg eri Harrin HARRIN. Og tú, menniskjasonur! Tann dag Eg taki frá teimum vernd teirra, dýru frøi teirra, tað, sum eygu teirra hava gleði sína í, og sum sál teirra tráar eftir, synir og døtur teirra, tann dag skal ein undansloppin koma til tín og kunngera tað fyri fólki. Tann dag skal muður tín verða latin upp táið hin undanslopni er komin og tú skalt tala og ikki vera málleysur longur; tú skalt vera teimum tekin, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Móti Ammonitum, Móab, Edom, og Filistarum, Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Ammonitum og profetera móti teimum! Sig við Ammonitar: Hoyrið orð Harrans HARRANS! So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú rópti: ?Tað var gott!? um halgidóm Mín, sum vanhalgaður er, yvir Ísraelsland, sum lagt er í oyði, og yvir hús Juda, sum noyddist at fara í útlegd ja, so skal Eg lata Eysturlendingar fáa teg at eiga; teir skulu seta upp tjøld síni í tær og reisa bústaðir sínar í tær; teir skulu eta ávøkst tín og drekka mjólk tína. Eg skal gera Rabba kamelum til haglendi og Ammonitaland smáfæi til støðu og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Tí so sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú klappaði saman hendur, trampaði við fótunum og við allari vanvirðingini í sál tíni gleddist yvir Ísraelsland ja, so rætti Eg út hondina móti tær og gevi heidningum teg til føði; Eg oyði teg millum fólkasløgini, striki teg út millum londini og geri teg til einkis og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN. So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Móab og Se'ir søgdu: ?Nú er jú gingið við húsi Juda sum við øllum hinum tjóðunum!? ja, so skal Eg opna síðu Móabs líka frá býunum, frá býum tess í øllum ættum, hin fagrasta part landsins Bet-Jesimot, Ba'al-Meon og líka at Kirjatajim so at Eysturlendingar sleppa inn eins og Eg skal gera við Ammonitaland, sum Eg gevi teimum at eiga, fyri at eingin millum tjóðirnar skal minnast Ammonitaland hereftir. Eg skal halda dóm yvir Móab, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Edom var so hevningarsamt við hús Juda og dró skyld oman yvir seg við at hevna seg á tey, tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal rætta út hondina móti Edom og beina burtur haðani bæði fólk og fæ; Eg skal gera tað til oyðimørk líka úr Teman, og líka at Dedan skulu tey falla fyri svørði. Hevnd Mína móti Edom skal Eg leggja í hendur Ísraels, fólks Míns; teir skulu gera við Edom eftir vreiði og bræði Míni, og tey skulu fáa hevnd Mína at kenna sigur Harrin HARRIN. So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Filistarar vóru so hevningarsamir aftur fyri at teir við allari vanvirðingini í sál síni hevndu seg og herjaðu í endaleysum hatri, tí sigur Harrin HARRIN so: Eg rætti út hondina móti Filistarum, týni Kretar og geri enda á teimum, sum eftir eru í landinum fram við sjónum. Eg skal lata stóra hevnd koma yvir tey og revsa tey í vreiði Míni, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati hevnd Mína koma yvir tey. KAPITUL Móti Týrus. Ellivta árið, tann fyrsta í mánaðinum, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Aftur fyri at Týrus sigur um Jerúsalem: ?Tað var gott! Sundur er tað brotið, hetta fólkaportrið, tað er flutt til mín, nú skal eg fylla meg tað er lagt í oyði!? tí sigur Harrin HARRIN so: Eg komi yvir teg, Týrus, og skal leiða fram móti tær mangar tjóðir, sum táið havið reisir bylgjur sínar. Tær skulu bróta niður múrarnar um Týrus og ríva niður tornini har, og Eg skal sópa burt mold tess og gera tað til nakið fjall; stað til at turka gørn á skal tað verða har úti í havinum tí Eg havi talað, sigur Harrin HARRIN og tað skal verða tjóðunum til herfong. Døtur tess inni á landi skulu verða dripnar við svørði, og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Tí so sigur Harrin HARRIN: Eg lati Nebukadnezar kong í Bábel kong konganna koma móti Týrus norðaneftir við hestum, vagnum og hestmonnum og við heri og nógvum fólki. Døtur tínar inni á landi skal hann drepa við svørði, og hann skal reisa skansar móti tær, laða upp moldgarð móti tær og reisa móti tær tak av skjøldum. Múrbrótara sín skal hann seta móti múrum tínum, og torn tíni skal hann bróta niður við jarnamboðum sínum. Hestar hansara eru so nógvir, at dustið frá teimum skal fjala teg; undan dunanum av hestmonnum, hjólum og vagnum skulu múrar tínir nøtra, táið hann fer inn um portur tíni, eins og farið verður inn í bý, sum er tikin. Við hóvum sínum skulu hestar hansara traðka sundur allar gøtur tínar; fólk títt skal hann drepa við svørði, og sterku stólpar tínir skulu falla til jarðar. Teir skulu ræna ríkidømi títt og gera vørur tínar til herfong, bróta niður múrar tínar og ríva niður fagra hús títt; grót, við og leir skulu teir kasta á sjógvin. Gangin frá sangarum tínum lati Eg tagna, og ljóðið av sitarum tínum skal ikki hoyrast longur. Eg skal gera teg til beran klett; tú skalt verða stað til at turka gørn á; aldri skalt tú verða upp aftur bygt tí Eg, HARRIN, havi talað, sigur Harrin HARRIN. So sigur Harrin HARRIN við Týrus: Oyggjarnar skulu nøtra við dunan av falli tínum, táið hini særdu vena seg, táið dripið og myrt verður mitt í tær. Allir høvdingarnir við havið skulu koma niður úr hásætum sínum, leggja kápurnar av sær, fara úr ymisklittu klæðum sínum og lata seg í ræðslu; teir skulu sita á jørðini og pipra hvørja løtu, slignir av ræðslu yvir teg. Teir skulu taka at syngja sorgarsong um teg og siga við teg: ?Hvussu ert tú lagdur í oyði, tú tilhaldsstaður havsfólkanna, tú hin lovprísaði staðurin, sum hevði slíkt vald á havinum bæði tú og teir, sum í tær búðu tú, ið loypti ræðslu fyri tær á allar grannar tínar!? Nú fellur ræðsla á oyggjarnar tann dag tú fellur oyggjarnar í havinum eru ræðsluslignar um endan, ið tú fekst. Tí so sigur Harrin HARRIN: Táið Eg geri teg til oyddan stað líkan býunum, sum fólk býr ikki í longur ja, táið Eg lati djúpið leggja yvir teg og hini stóru vøtn fjala teg, tá lati Eg teg fara niður eins og tey, sum fara niður í grøvina, til fólk, ið livdu langt síðani, og lati teg búgva í landi deyðaríkisins, í avgomlum toftum eins og tey, sum fara niður í grøvina so eingin skal búgva í tær aftur; men Eg skal geva dýrd í landi teirra, sum liva. Til ræðslu skal Eg gera teg, og tú skalt ikki vera til longur; leitað skal verða eftir tær, men aldri í allar ævir skalt tú verða funnin sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Týrus sum burturgingið skip. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tú, menniskjasonur! Tak at syngja sorgarsong um Týrus! Sig við Týrus, sum liggur við víkirnar, og sum handlar við fólkasløgini á mongum oyggjum: So sigur Harrin HARRIN: Týrus! Tú sigur: ?Eg eri fullkomin í vakurleika.? Mitt í havinum eru landamark tíni; teir, ið bygdu teg, gjørdu vakurleika tín fullkomnan. Av sypristrøum úr Senir gjørdu teir hvønn planka í tær; til Libanon fóru teir eftir sedrisviði at gera mastur tína av; av eikitrøum úr Basan gjørdu teir árar tínar; dekkið prýddu teir við fílabeini í buksviði úr Kittimsoyggjum; segl títt var av fínum líni úr Egyptalandi, vovnum í ymiskum litum; tað stóð sum merki títt; blátt og purpurreytt toy úr Elisaoyggjum hevði tú til sóltjald. Menn úr Zidon og Arvad vóru róðursmenn hjá tær; hinir klóku, ið hjá tær vóru, Týrus, vóru stýrimenn tínir. Hinir elstu í Gebal og hinir klóku har vóru hjá tær og tættu lekarnar á tær; øll skip á havinum og allir sjómenn vóru hjá tær og handlaðu við teg. Menn úr Persia, Lud og Put vóru í heri tínum sum hermenn; skjøldir og hjálmar hongdu teir upp í tær, teir veittu tær prýði. Arvaditar og tín egni herur stóðu á múrum tínum allan vegin runt, og Gammaditar á tornum tínum; skjøldir sínar hongdu teir upp á múrar tínar allan vegin runt; teir gjørdu vakurleika tín fullkomnan. Tarsis handlaði við teg, av tí at tú átti nøgd av alskyns góðsi; silvur, jarn, tin og blýggj lótu teir fyri vørur tínar. Javan, Tubal og Mesek handlaðu við teg; menniskju og koparíløt lótu teir fyri vørur tínar. Togarmamenn lótu vagnhestar, ríðihestar og múldýr fyri vørur tínar. Dedanitar handlaðu við teg; nógvar oyggjar tóku móti vørum av hond tíni; fílabein og ibenvið lótu teir teg fáa afturfyri. Áram handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av vørum; karfunklar, purpur, toy í ymiskum litum, fínt lín, koralir og jaspis lótu teir fyri vørur tínar. Juda og Ísraelsland handlaðu við teg; hveiti úr Minnit, søtar køkur, hunang, olju og balsam lótu teir fyri vørur tínar. Damaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av alskyns góðsi; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Zahar. Vedan og Javan úr Uzal guldu vørur tínar smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í vørubýti. Dedan handlaði við teg við saðilklæði at ríða á. Arabia og allir høvdingar Kedars tóku ímóti vørum av hond tíni; við lombum, veðrum og bukkum handlaðu teir við teg. Keypmenninir í Sjeba og Rama handlaðu við teg; besta slag av alskyns angandi urtum og alskyns dýrar steinar og gull lótu teir fyri vørur tínar. Karan, Kanne og Eden, keypmenninir í Sjeba, Assur og Kilmad handlaðu við teg; teir handlaðu við teg við vøkrum klæðum, purpurkøppum, toyi í ymiskum litum, litaðum teppum, við løgdum, sterkum togum á marknaði tínum. Tarsisskip fluttu vørur tínar, og soleiðis fylti tú teg og vart søkklaðin har úti á havinum. Út á rúman sjógv fingu teir teg, róðursmenn tínir eystanvindurin brýtur teg sundur mitt í havinum. Góðs títt og vørur tínar, vinningur tín, sjómenn og stýrimenn tínir, teir, ið tætta lekarnar á tær, og teir, ið selja vørur tínar, allir hermenninir, ið tú hevur hjá tær, og øll manningin, ið tú hevur umborð skulu falla mitt úti í havinum, tann dag tú fellur. Neyðarrópini frá stýrimonnum tínum skulu fáa markir tínar at nøtra. Teir skulu koma upp úr skipum sínum, allir teir, ið við árarnar sita, sjómenninir og allir stýrimenn á sjónum; teir skulu fara á land. Teir skulu skera í róp um teg og vena seg sáran, og teir skulu stroya dust á høvd síni og veltast í øsku. Teir skulu raka seg skallutar fyri tína skuld og sveipa seg í syrgibúna, og teir skulu í sárari sorg gráta um teg, vena seg syndarliga. Undir venan skulu teir taka at syngja sorgarsong um teg og siga: ?Hvør var Týrus líkur, staðnum, ið nú er vorðin tigandi, har hann liggur mitt úti í havinum!? Táið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mong fólkasløg; við øllum góðsi tínum og øllum vørum tínum gjørdi tú kongarnar á jørðini ríkar. Nú tú ert burturgingin og sokkin í djúp havsins, nú eru vørur tínar og øll manning tín gingin til grundar við tær. Øll tey, sum á oyggjunum búgva, skulu verða sligin av ræðslu um teg, og kongar teirra skulu pipra við angist í andlitum sínum. Keypmenn tjóðanna skulu bríksla uppá spott eftir tær; ræðsla ert tú vorðin, og tú ert ikki til í allar ævir! KAPITUL Týrus og Zidon. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Sig við furstan í Týrus: So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at hjarta títt hugmóðar sær, og tú sigur: ?Eg eri Gud; eg siti á gudasæti mitt úti í havinum!? tú, sum tó ert menniskja og eingin Gud, hvussu mikið tú so í hjartanum heldur teg vera Gud jú, tú ert vísari enn Dániel, eingin loyndardómur er tær duldur; við vísdómi og viti tínum hevur tú vunnið tær ríkidømi og savnað gull og silvur í skattkømur tíni; við mikla dugnaskapi tínum í handli hevur tú økt um ríkidømi títt, og hjarta títt hevur hugmóðað sær av ríkidømi tínum! tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tú í hjartanum heldur teg vera Gud, ja, so lati Eg fremmandar koma yvir teg, hinar grummastu millum tjóðirnar, og tær skulu draga svørðini móti fagra vísdómi tínum og vanhalga prýði títt. Í grøvina skulu teir stoyta tær niður, og tú skalt doyggja, sum tann, ið dripin verður, mitt úti í havinum. Manst tú tá fara at siga við banamann tín: ?Eg eri Gud!? tú, sum tó ert menniskja og eingin Gud í hondum hansara, sum drepur teg! Sum óumskornir doyggja, skalt tú doyggja fyri hond útlendinga tí Eg havi talað, sigur Harrin HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Tak at syngja sorgarsong um kongin í Týrus sig við hann: So sigur Harrin HARRIN: Tú, sum vart innsigli hins væl fyriskipaða bygnings, fullur av vísdómi og fullkomin í vakurleika! Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín karneol, topas, jaspis, krýsolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull; trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur, stóðu tær til reiðar. Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og Eg setti teg á hitt heilaga gudafjallið; har gekst tú um millum skyggjandi steinar. Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi tú vart skaptur, inntil órættvísi varð funnin hjá tær. Við mikla handli tínum vart tú fullur innan av órætti, og tú syndaði; so vanhalgaði Eg teg og rak teg burtur av gudafjallinum, og Eg gjørdi teg til einkis, tú, kerúburin, sum gav lívd, so tú slapst ikki at vera millum hinar skyggjandi steinarnar longur. Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum; við ljóma tínum forkomst tú vísdómi tínum; Eg kastaði teg til jarðar, Eg legði teg niður fyri ásjón konga, so teir kundu skoða teg. Við mongu misgerðum tínum, við órættvísa handli tínum vanhalgaði tú halgidómar tínar. Tí lati Eg eld ganga út úr tær, og hann skal oyða teg; Eg geri teg til øsku á jørðini fyri eygum alra, ið síggja teg. Øll millum fólkasløgini, sum kendu teg, eru ræðslusligin av tær; ræðsla ert tú vorðin, og tú ert burtur til ævigar tíðir. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Zidon og profetera móti tí sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Zidon, og Eg skal vísa heiður Mín í tær. Ja, tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg haldi dóm yvir tí og lati síggjast á tí, at Eg eri heilagur. Eg skal senda pest og blóð yvir tað á gøtunum har og dripnir menn skulu falla har fyri svørði, ið kemur yvir tað úr øllum ættum og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Ikki skal fyri hús Ísraels longur vera nakar stingandi tornur ella nakar brennandi tistil millum øll tey, ið rundan um tey búgva, og sum vanvirða tey og tey skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN. So sigur Harrin HARRIN: Táið Eg savni hús Ísraels frá tjóðunum, sum tey eru spjadd ímillum, skal Eg fyri eygum tjóðanna lata síggjast á teimum, at Eg eri heilagur, og tey skulu búgva í landi sínum, tí, sum Eg gav Jákupi, tænara Mínum. Tey skulu búgva trygt har og byggja hús og planta víngarðar tey skulu búgva trygt, meðan Eg haldi dóm yvir øllum teimum, ið rundan um tey búgva, og sum vanvirða tey og tey skulu sanna, at Eg, HARRIN, eri Gud teirra. KAPITUL Móti Egyptalandi. Tíggjunda árið, tann tólvta í tíggjunda mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Farao kongi í Egyptalandi, og profetera móti honum og móti øllum Egyptalandi! Tala og sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Farao egyptalandskongur, tú stóra sjóódjór, sum liggur mitt í streymum tínum, og sum sigur: ?Streymurin er mín eg havi sjálvur gjørt hann!? Eg skal høgga krókar í kjálkar tínar og lata fiskarnar í streymum tínum hanga fastar uppi í skølum tínum; og Eg skal draga teg upp úr streymum tínum, bæði teg og allar fiskarnar í streymum tínum, sum hanga fastir uppi í skølum tínum. Eg skal kasta teg út í oyðimørkina, bæði teg og allar fiskarnar í streymum tínum; á markini skalt tú falla; tú skalt hvørki verða tikin upp ella jarðaður; dýrini á markini og fuglar himmalsins lati Eg fáa teg til føði. Og allir teir, sum í Egyptalandi búgva, skulu sanna, at Eg eri HARRIN, aftur fyri at teir hava verið húsi Ísraels rørstavur; táið tey taka um teg við hondini, støkkur tú av og klývur øksl teirra alra, og táið tey styðja seg á teg, brotnar tú sundur og fært lendar teirra alra at riða. Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg lati svørð koma yvir teg, og Eg skal oyða bæði fólk og fæ hjá tær. Egyptaland skal verða oyðimørk, oyðið land, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN aftur fyri at hann segði: ?Streymurin er mín eg havi gjørt hann!? Ja, tí komi Eg yvir teg og streymar tínar, og Eg skal gera Egyptaland til oyðimørk, avoytt land, úr Migdol til Sýene og líka at markinum móti Etiopia. Hvørki menniskju ella dýr skulu seta fótin har, og í ár skal eingin búgva har. Eg skal gera Egyptaland til toftir millum oyðimarkir; býirnir har skulu í ár liggja í oyði millum oyddar býir, og Eg skal spjaða Egyptar millum tjóðirnar og stroya teir út um londini. Tí so sigur Harrin HARRIN: Táið ár eru gingin, skal Eg savna Egyptar frá tjóðunum, sum teir vóru spjaddir millum. Eg skal venda lagnu Egyptalands og flyta teir inn aftur í landið Patros, landið, ið teir eru ættaðir úr; og har skulu teir vera lítið ríki. Tað skal vera minni enn hini ríkini og ikki aftur seta seg høgt upp um tjóðirnar; Eg skal gera teir fáar í tali, so teir skulu ikki vera harrar yvir tjóðunum. Tað skal ikki longur vera húsi Ísraels lívd, sum minnir Meg á misgerð teirra, táið tey venda sær til teirra og tey skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN. Sjeynda og tjúgunda árið, tann fyrsta í fyrsta mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Nebukadnezar kongur í Bábel hevur latið her sín havt ógvuligt sleip av Týrus; hvørt høvd er skallut, og hvør øksl er slitin. Men løn hava hann og herur hansara onga fingið frá Týrus fyri sleipið, ið hann hevur havt av tí. Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg gevi Nebukadnezar kongi í Bábel Egyptaland, og hann skal fara avstað við øllum ríkidømi tess og taka herfong og ræna alt, ið har er at taka og ræna; tað skal vera lønin hjá heri hansara. Í løn fyri sleipið, hann hevur havt, gevi Eg honum Egyptaland tí teir hava arbeitt fyri Meg, sigur Harrin HARRIN. Tann dag skal Eg lata húsi Ísraels vaksa upp horn, og tær skal Eg geva upplatnan munn mitt ímillum teirra og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Framhald. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Profetera og sig: So sigur Harrin HARRIN: Venið tykkum: ?Vei tann dagur!? Tí nær er dagurin, ja, nær er dagur HARRANS; dagur við skýggjum, dómstíð skal hann vera tjóðunum. Svørð skal koma móti Egyptalandi, og Etiopia skal ringjast í angist, táið dripnir menn falla í Egyptalandi; ríkidømi tess skal verða flutt burtur, og grundvøllir tess skulu verða brotnir upp. Etioparar, menn úr Put og Lud og alt tjóðblandið, Kubearar og synir sambandslandsins skulu saman við teimum falla fyri svørði. So sigur HARRIN: Teir, ið styðja Egyptaland, skulu falla, og stolta vald tess skal lúta; úr Migdol til Sýene skulu tey falla fyri svørði har sigur Harrin HARRIN. Tað skal liggja í oyði millum oydd lond, og býir tess skulu liggja millum oyddar býir. Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg seti eld á Egyptaland, og allir hjálparmenn tess verða soraðir sundur. Tann dag skulu sendimenn frá Mær fara avstað í skipum at ræða Etiopia, sum situr so trygt, og tað skal ringjast í angist sum dag Egyptalands; tí ja, tað kemur! So sigur Harrin HARRIN: Eg skal við Nebukadnezar bábelskongi gera enda á ríkidømi Egyptalands. Hann og fólk hansara við honum, hinar grummastu millum tjóðirnar, skulu verða leiddir hagar at leggja landið í oyði, og teir skulu draga svørðini móti Egyptalandi og fylla landið við dripnum monnum. Eg skal lata streymarnar torna upp og selja landið óndum menniskjum í hendur; og Eg skal við hondum útlendinga forkoma landinum og øllum, sum í tí er Eg, HARRIN, havi talað. So sigur Harrin HARRIN: Eg skal forkoma avgudunum og týna falsgudarnar í Nof, og aldri aftur skal vera høvdingi úr Egyptalandi; Eg skal lata ræðslu falla á Egyptaland. Eg skal leggja Patros í oyði og seta eld á Zoan, og Eg skal halda dóm yvir No. Eg skal hella út vreiði Mína yvir Sin, sterku vernd Egyptalands, og Eg skal oyða í No mannamúgvuna, sum ger óljóð. Eg skal seta eld á Egyptaland; Sin skal skelva og pipra, No skal verða tikið, og inn í Nof skulu fíggindar koma á alljósum degi. Unglingarnir í Aven og Pibeset skulu falla fyri svørði, og sjálvir skulu teir fara í útlegd. Í Tehafnehes skal dagurin verða myrkur, táið Eg bróti sundur ok Egyptalands, og úti er við stolta valdi tess; sjálvt skal tað verða fjalt av skýggi, og døtur tess skulu fara í útlegd. Eg skal halda dóm yvir Egyptalandi, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Ellivta árið, tann sjeynda í fyrsta mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Eg havi brotið arm Faraos egyptakongs; og ikki er um hann bundið, ikki er hann grøddur, við at bind er um hann lagt, so hann aftur kundi verðið nóg sterkur til at grípa svørðið. Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg komi yvir Farao kong í Egyptalandi, Eg skal bróta armar hansara, bæði hin heila og hin brotna, og Eg skal lata svørðið falla úr hond hansara. Eg skal spjaða Egyptar millum fólkini og stroya teir út um londini. Armar bábelskongs skal Eg styrkja og fáa honum svørð Mítt í hondina; men armar Faraos skal Eg bróta, og hann skal liggja og vena seg fyri ásjón hansara, sum deyðasærdur maður gevur seg. Ja, armar bábelskongs skal Eg gera sterkar, men armar Faraos skulu hanga veikir og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg fái bábelskongi svørð Mítt í hondina, og hann rættir tað út móti Egyptalandi. Eg skal spjaða Egyptar millum fólkini og stroya teir út um londini og teir skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Framhald. Ellivta árið, tann fyrsta í triðja mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Sig við Farao kong í Egyptalandi og við mannamúgvu hansara, sum ger óljóð; Hvørjum ert tú líkur í stórleika tínum! Assur var jú sedrisviður á Libanon við føgrum greinum, skuggandi krúnu og hávaksin; toppur hansara rakk upp millum skýggini. Vatnið gjørdi hann stóran, vatnsdjúpið gjørdi hann høgan; við streymum sínum gekk tað rundan um staðið, har hann var plantaður, og sendi smááir sínar út til øll trø á markini. Tí vaks hann seg hægri enn øll trø á markini, og hann fekk nógvar greinar og langar kvistar, av tí at so nógv væta var, har sum hann breiddi seg út. Á kvistum hansara reiðraðust fuglar himmalsins, undir greinum hansara løgdu øll dýr á markini ungar sínar, og í skugga hansara búðu øll hini mongu fólkasløg. Hann var fagur í stórleika sínum, við longu greinum sínum; tí við rót hansara treyt ikki vatn. Sedristrøini í urtagarði Guds vóru ikki líkar hansara, einki sypristræ hevði slíkar greinar sum hann, eingin lyn hevði kvistar sum hann; einki træ í urtagarði Guds kundi metast javnt við hann í vakurleika. Fagran hevði Eg gjørt hann við mongu greinum hansara, og øll trø í Eden í urtagarði Guds øvundaðu hann. Tí sigur Harrin HARRIN so: Við tað at hann er vorðin so hávaksin og hevur toygt toppin upp millum skýggini og er vorðin hugmóðigur av tí, at hann er vorðin so høgur so gevi Eg hann einum í hendur, sum veldigur er millum tjóðirnar; hann skal gera við hann, sum hann vil. Aftur fyri gudloysi hansara rak Eg hann út, og fremmandir, hinar grummastu millum tjóðirnar, høgdu hann niður og lótu hann liggja; á fjøllunum og í øllum dølum fullu kvistar hansara; greinar hansara vórðu brotnar sundur við hvørt gil í landinum, og øll fólk á jørðini rýmdu burt úr skugga hansara og lótu hann liggja. Á falna buli hansara settust allir fuglar himmalsins, og við greinar hansara leitaðu øll dýr á markini sær ból fyri at eingi trø, sum vaksa við vatn, skulu verða hugmóðig av stødd síni og toyggja toppin upp millum skýggini, og fyri at hini sterkastu av teimum, øll tey, sum súgva vatn upp í seg, skulu ikki standa har so høg; tí tey eru øll somul givin upp til deyðan og noyðast niður í land deyðaríkisins, millum menniskjabørnini, til teirra, sum farin eru niður í grøvina. So sigur Harrin HARRIN: Tann dag hann fór niður í deyðaríkið, læt Eg vatnsdjúpið syrgja; Eg breiddi út yvir tað fyri hansara skuld; Eg steðgaði streymum tess, og hini stóru vøtn vórðu hildin aftur. Eg klæddi Libanon í svart fyri hansara skuld, og øll trø á markini ørmaktaðust fyri hansara skuld. Við dunanum av falli hansara fekk Eg fólkasløg at nøtra táið Eg læt hann fara niður í deyðaríkið við teimum, sum fara niður í grøvina; tá vórðu tey uggað í landi deyðaríkisins, øll trø Edens, hini bestu og fagrastu á Libanon, øll tey, sum sugu vatn upp í seg. Eisini tey fóru niður við honum í deyðaríkið til teirra, sum dripnir vóru við svørði; tí sum armur* hansara høvdu teir sitið í skugga hansara millum tjóðirnar. Hvørjum ert tú* soleiðis líkur í dýrd og stórleika millum trø Edens? Og tó skalt tú við trøum Edens verða stoyttur niður í land deyðaríkisins; mitt ímillum óumskornar skalt tú liggja, saman við teimum, sum dripnir eru við svørði. So skal gangast Farao og allari mannamúgvu hansara, sum ger óljóð sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Sorgarsongur um Farao og Egyptaland. Tólvta árið, tann fyrsta í tólvta mánaði, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Tak at syngja sorgarsong um Farao kong í Egyptalandi og sig við hann: Ungleyvu millum tjóðirnar vildi tú vera líkur, og so vart tú sum sjóódjórið í havinum; tú fórst við ferð gjøgnum áir tínar, gruggaði vatnið við fótum tínum og fekst streymarnar upp í runu. So sigur Harrin HARRIN: Tí skal Eg breiða út net Mítt yvir teg við skarum av mongum tjóðum, og teir skulu draga teg upp í nót Míni. Eg skal kasta teg upp á land og tveita teg út á markina, og Eg skal lata allar fuglar himmalsins setast á teg og dýrini á allari jørðini metta seg av tær. Eg skal kasta kjøt títt upp á fjøllini og fylla dalarnar við stóra kroppi tínum. Eg skal vatna landið við streymum av blóði tínum, líka niðan á fjøllini; og áirnar skulu verða fullar av tær. Og táið Eg sløkki teg, skal Eg breiða út yvir himmalin og klæða stjørnur hansara í svart; yvir sólina skal Eg breiða skýggj, og mánin skal ikki lata ljós sítt skína. Øll skínandi ljós á himli skal Eg klæða í svart fyri tína skuld, og Eg skal leggja myrkur yvir land títt sigur Harrin HARRIN. Eg skal gera mong fólkasløg tung um hjartað, táið Eg lati tíðindini um undirgang tín koma út millum tjóðirnar, til lond, ið tú kennir ikki. Eg skal gera mangar tjóðir ræðsluslignar um teg, og kongar teirra skulu nøtra av ræðslu um teg, táið Eg reiggi svørðið fyri eygum teirra; tey skulu skelva hvørja løtu, hvør um lív sítt, tann dag tú fellur. Tí so sigur Harrin HARRIN: Svørð bábelskongs skal koma yvir teg. Fyri svørðum kappa skal Eg lata hana falla, mannamúgvu tína, sum ger óljóð; teir eru allir samlir hinir grummastu millum tjóðirnar; teir skulu forkoma stoltleika Egyptalands, og endi skal verða á allari mannamúgvu tess, sum ger óljóð. Eg skal oyða alt fæ tess við hini mongu vøtn; eingin menniskjafótur skal grugga tey uppaftur, ei heldur skulu kleyvarnar á nøkrum kríatúri grugga tey uppaftur. Tá skal Eg lata vatn teirra minka og streymar teirra renna burt sum olju sigur Harrin HARRIN táið Eg geri Egyptaland til oyðimørk, og landið liggur oyðið og tómt, táið Eg høggi niður øll tey, sum har búgva. Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Hetta er sorgarsongur, og hann skal verða sungin; døtur tjóðanna skulu syngja hann; um Egyptaland og alla mannamúgvu tess, sum ger óljóð, skulu tær syngja hann sigur Harrin HARRIN. Tólvta árið, tann fimtanda í mánaðinum, kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Syng sorgarsong um mannamúgvuna í Egyptalandi, sum ger óljóð, og lat hana fara niður, hana og døtur hinna veldigastu tjóða, til land deyðaríkisins, saman við teimum, sum fara niður í grøvina! Hvønn stendur tú framman fyri í vakurleika? Far niður og legg teg hjá hinum óumskornu! Mitt ímillum teirra, sum dripnir eru við svørði, skulu teir* falla. Svørðið er fingið** farið avstað við tí*** og øllum skarum tess! Høvdingar kappanna tala mitt út úr deyðaríkinum um hann* og hjálparmenn hansara: ?Teir eru farnir niður, og nú liggja teir har, hinir óumskornu, dripnir við svørði!? Har er Assur og allur skari hansara; rundan um hann eru gravir hansara; allir samlir eru dripnir, falnir fyri svørði. Hann fekk gravir sínar niðast á botni í djúpinum, og skari hansara er rundan um grøv hansara; allir samlir eru dripnir, falnir fyri svørði, teir, sum breiddu út ræðslu í landi teirra, sum liva. Har er Elam; og øll mannamúgva hansara, sum gjørdi óljóð, er rundan um grøv hansara; allir samlir eru dripnir, falnir fyri svørði, teir, sum óumskornir fóru niður í land deyðaríkisins, teir, sum høvdu breitt út ræðslu fyri sær í landi teirra, sum liva og bóru skomm sína saman við teimum, sum fara niður í grøvina. Mitt ímillum dripnar hevur hann fingið legu sína, hann og øll mannamúgva hansara, sum gjørdi óljóð; rundan um hann eru gravir hansara; allir samlir eru óumskornir, dripnir við svørði, aftur fyri at ræðsla fyri teimum var breidd út í landi teirra, sum liva; teir bóru skomm sína saman við teimum, sum fara niður í grøvina; mitt ímillum dripnar varð hann lagdur. Har er Mesek-Tubal við allari mannamúgvu síni, sum gjørdi óljóð; rundan um hann eru gravir hansara; allir samlir eru óumskornir, dripnir við svørði, aftur fyri at teir høvdu breitt út ræðslu fyri sær í landi teirra, sum liva. Skuldu teir tá ikki ligið hjá køppum, hjá teimum, ið falnir eru millum hinar óumskornu, sum fóru niður í deyðaríkið við hervápnum sínum, teir, ið fingu svørð síni løgd undir høvdið, og hvørja misgerð nívdi á bein teirra, aftur fyri at ræðsla hevði verið fyri køppunum í landi teirra, sum liva! Og tú mitt ímillum óumskornar skalt tú verða soraður sundur og liggja hjá teimum, ið dripnir eru við svørði. Hagar er Edom komið við kongum sínum og øllum høvdingum sínum, sum, tóat teir vóru so veldigir, eru lagdir hjá teimum, ið dripnir eru við svørði; teir skulu liggja hjá óumskornum og hjá teimum, sum fara niður í grøvina. Hagar eru høvdingar Norðurlandsins komnir, allir samlir, og allir Zidoningar, ið fóru niður við hinum dripnu og vórðu til skammar, tóat fólk hevði havt slíka ræðslu fyri teimum, av tí at teir vóru so veldigir; óumskornir fingu teir legu sína hjá teimum, ið dripnir vóru við svørði, og teir bóru skomm sína saman við teimum, sum fara niður í grøvina. Teir skal Farao síggja, og hann skal uggast yvir alla mannamúgvu sína, sum gjørdi óljóð; dripnir við svørði eru Farao og allur herur hansara sigur Harrin HARRIN. Tí Eg havi breitt út ræðslu fyri honum í landi teirra, sum liva, og hann skal verða lagdur mitt ímillum hinar óumskornu, hjá teimum, ið dripnir eru við svørði, Farao sjálvur og øll mannamúgva hansara, sum gjørdi óljóð sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Tað, ið sendiboð Harrans má leggja sær á hjarta. Hin guddómliga afturløning, Profetorð, táið Ezekiel frættir um fall Jerúsalems. Gudloysi fólksins, Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Tala við landsmenn tínar og sig við teir: Táið Eg lati svørð koma yvir land, og fólkið í landinum tekur mann úr flokki sínum og setur sær hann til vaktara, og hann sær svørðið koma yvir landið og blæsur í lúður og ávarar fólkið, men tann, ið hoyrir lúðrarljóðið, tekur ikki við ávaring, og svørðið so kemur og rívur hann burt tá skal blóð hansara koma yvir hansara egna høvd. Hann hoyrdi lúðrarljóðið, men tók ikki við ávaring blóð hansara skal koma yvir hann sjálvan; men hevði hann tikið við ávaring, hevði hann bjargað lívinum. Men táið vaktarin sær svørðið koma og blæsur ikki í lúður og fólkið so ikki verður ávarað og svørðið kemur og rívur burt ein teirra, tá verður hann víst rivin burt fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond vaktarans. Teg, menniskjasonur, havi Eg sett húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær. Táið Eg sigi við hin gudleysa: ?Tú gudleysi, tú skalt vissuliga doyggja!? og tú ikki talar og ávarar hin gudleysa um atburð hansara, so skal hann hin gudleysi doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni. Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa um atburð hansara, at hann má venda við frá honum, men hann vendir ikki við frá atburði sínum, so skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað sál tíni. Tú, menniskjasonur! Sig við hús Ísraels: Tit siga: ?Misbrot okkara og syndir okkara níva á okkum; tey gera, at vit følna burtur; hvussu kunnu vit tá liva!? Sig við tey: So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN havi Eg ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir! Vendið við, vendið við av óndu leiðum tykkara! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels? Tú menniskjasonur! Sig við landsmenn tínar: Rættvísi hins rættvísa skal ikki frelsa hann, tann dag hann syndar, og gudloysi hins gudleysa skal ikki fella hann, tann dag hann vendir við frá gudloysi sínum líka lítið sum hin rættvísi skal kunna liva av rættvísi síni, tann dag hann syndar. Táið Eg sigi um hin rættvísa: ?Hann skal vissuliga liva!? og hann tá dúvar uppá rættvísi sína og ger órætt, so skal eingin av rættvísigerðum hansara verða honum tilroknað, nei, fyri órættin, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja. Og táið Eg sigi við hin gudleysa: ?Tú skalt vissuliga doyggja!? og hann tá vendir við frá synd síni og ger rætt og rættvísi, so at hann, hin gudleysi, letur pant aftur, endurgeldur tað, ið hann hevur rænt, gongur eftir boðum lívsins, so hann ger ikki órætt, tá skal hann vissuliga liva, hann skal ikki doyggja. Eingin av syndunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; rætt og rættvísi hevur hann gjørt, hann skal vissuliga liva. Og so siga landsmenn tínir: ?Atburður HARRANS er ikki rættur!? Men tað er atburður teirra, ið ikki er rættur! Táið hin rættvísi vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal hann doyggja. Og táið hin gudleysi vendir við frá gudloysi sínum og ger rætt og rættvísi, skal hann liva. Og tó siga tit: ?Atburður HARRANS er ikki rættur!? Eg skal døma tykkum, hvønn eftir atburði hansara, hús Ísraels. Tólvta árið eftir at vit vóru herleidd, tann fimta í tíggjunda mánaði, kom til mín ein, sum flýddur var úr Jerúsalem, og segði: ?Staðurin er tikin!? Men hond HARRANS var komin yvir meg um kvøldið, áðrenn hesin, sum flýddur var, kom, og Hann læt upp munn mín, áðrenn hann kom til mín um morgunin; muður mín varð upplatin, so at eg var ikki málleysur longur. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Teir, sum búgva millum toftirnar har í Ísraelslandi, siga: ?Ábraham var ikki meir enn ein, og hann fekk landið at eiga; vit eru nógvir vit hava fingið landið í ogn!? Sig tí við teir: So sigur Harrin HARRIN: Tit eta kjøt við blóðinum í, lyfta eygunum til avgudar tykkara og úthella blóð og so skuldu tit fingið landið at átt! Tit líta á svørð tykkara, tit gera tað, ið viðurstyggiligt er, og gera konurnar óreinar hvør hjá øðrum og so skuldu tit fingið landið at átt! So skalt tú siga við teir: So sigur Harrin HARRIN: So satt sum Eg livi teir, ið búgva millum toftirnar, skulu vissuliga falla fyri svørði; tann, ið á markini er, gevi Eg hinum villu dýrunum til føði, og teir, sum í fjallaborgunum og hellunum eru, skulu doyggja av pesti. Eg skal gera landið oyðið og tómt, og úti skal vera við stolta veldi tess; fjøll Ísraels skulu liggja oyðin eingin skal ganga um tey. Og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg geri landið oyðið og tómt aftur fyri alt tað viðurstyggiliga, ið tey hava gjørt. Men tú, menniskjasonur! Landsmenn tínir tosa um teg undir veggjunum og í húsdurunum og siga hvør við annan: ?Komið og hoyrið, hvat tað er fyri orð, ið út gongur frá HARRANUM!? So koma teir til tín í stórum flokkum og seta seg framman fyri teg sum fólk Mítt og hoyra orð tíni; mer teir gera ikki eftir teimum, nei, tað, ið teimum líkar, gera teir, og eftir vinningi tráar hjarta teirra! Og tú tú ert teimum sum ein, ið hevur gott mál og spælir væl og kvøður kærleiksvísu teir hoyra víst orð tíni, men teir gera ikki eftir teimum. Men táið tað kemur ja, og tað kemur! skulu teir sanna, at profetur hevur verið millum teirra! KAPITUL Profetorð móti hirðum Ísraels, og lyfti um rættan hirða, Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Profetera móti hirðum Ísraels profetera og sig við teir, við hirðarnar: So sigur Harrin HARRIN: Vei hirðum Ísraels, sum røkta seg sjálvar! Er tað ikki fylgið, hirðarnir skulu røkta! Hitt feita eta tit, við ullini klæða tit tykkum, og hini feitu kríatúrini drepa tit; men fylgið røkta tit ikki! Hitt veika hava tit ikki styrkt; hitt sjúka hava tit ikki grøtt; hinum beinbrotna hava tit ikki bundið um hjá; tað, ið burtur var stygt, hava tit ikki rikið aftur, og hitt burtvilsta hava tit ikki leitað upp nei, tit hava borið tykkum at sum harðir og grummir harrar yvir teimum! Soleiðis spjaddist fylgið; av tí at tað ongan hirða hevði, varð tað øllum hinum villu dýrunum á markini til føði og spjaddist. Fylgi Mítt fjakkar um á øllum fjøllum og øllum høgum hæddum; um alt landið er fylgi Mítt spjatt, og eingin spyr, og eingin leitar eftir teimum. Hoyrið tí orð HARRANS, tit hirðar! So satt sum Eg livi sigur Harrin HARRIN sanniliga, við tað at fylgi Mítt er vorðið til rán, ja, við tað at fylgi Mítt er vorðið øllum hinum villu dýrunum á markini til føði, tí tað ongan hirða hevði, og hirðar Mínir spurdu ikki eftir fylgi Mínum, nei, hirðarnir røktaðu seg sjálvar og røktaðu ikki fylgi Mítt hoyrið tí orð HARRANS, tit hirðar! So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir hirðarnar og skal krevja fylgi Mítt av hond teirra og koyra teir frá sum hirðar fylgisins so hirðarnir skulu ikki røkta seg sjálvar longur og Eg skal bjarga fylgi Mínum úr gapi teirra, so tað skal ikki vera teimum til føði. Tí so sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg komi og skal spyrja eftir fylgi Mínum og hyggja eftir tí. Sum hirði hyggur eftir fylgi sínum, tann dag hann er millum seyð sín, sum hevur verið spjaddur, so skal Eg hyggja eftir seyði Mínum og fáa hann heimaftur av øllum støðunum, hagar hann spjaddist dag við skýggjum og bølamyrkri. Eg skal leiða hann út frá tjóðunum og savna hann úr londunum og leiða hann heimaftur í hansara egna land; og Eg skal røkta hann á Ísraelsfjøllum, í dølunum og á øllum støðum í landinum, har hann býr. Á góðum haglendi skal Eg lata hann liggja, á hinum høgu fjøllum Ísraels skal hann liggja og eta; har skal hann hvíla á góðum haglendi; á feitum haglendi skal hann liggja og eta á Ísraelsfjøllum. Eg skal sjálvur halda fylgi Mínum á haga og sjálvur lata tað hvíla sigur Harrin HARRIN. Hitt burtvilsta skal Eg leita upp; tað, ið burtur er stygt, skal Eg reka aftur; hinum beinbrotna skal Eg binda um hjá, og hitt sjúka skal Eg styrkja. Men hinum feita og hinum sterka skal Eg hava eyguni eftir; Eg skal røkta tað, so sum rætt er. Og tit, fylgi Mítt so sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg skal døma millum seyð og seyð, millum veðrar og bukkar! Er tað ikki nóg mikið, at tit sleppa at liggja á hinum besta haglendinum, síðani tit kleyva niður tað, ið eftir er av haglendi tykkara! Er tað ikki nóg mikið, at tit sleppa at drekka hitt klára vatnið, síðani tit við fótunum grugga tað, ið eftir er! Fylgi Mítt skal tað eta tað, ið tit hava kleyvað niður, og drekka tað, ið tit hava gruggað við fótunum! Tí sigur Harrin HARRIN so við teir: Eg komi og skal døma millum hin feita og hin soltna seyðin! Aftur fyri at tit við síðu og við bógvi fíra hinar veiku burt og stúta teir við hornum tykkara, inntil tit hava spjatt teir sundur og rikið teir út, so skal Eg frelsa seyð Mín hann skal ikki vera rán longur og Eg skal døma millum seyð og seyð. Eg skal reisa upp hirða yvir teir, og Hann skal røkta teir tænara Mín Dávid; Hann skal røkta teir, Hann skal vera hirði teirra. Og Eg, HARRIN, skal vera Gud teirra, og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi millum teirra Eg, HARRIN, havi talað! Eg skal gera friðarsáttmála við teir og oyða vill dýr úr landinum, og teir skulu búgva trygt í oyðimørkini og sova í skógunum. Til signing skal Eg gera teir og landið rundan um hædd Mína; Eg skal senda regn í rættari tíð; signingarskúrir skulu tað vera. Trøini á markini skulu geva ávøkst sín, og jørðin skal geva grøði sína; teir skulu búgva trygt í landi sínum, og teir skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg bróti okstengur teirra og frelsi teir av hondum teirra, sum hildu teir í trældómi. Teir skulu ikki longur vera tjóðunum til rán, og hini villu dýr jarðarinnar skulu ikki ríva teir í seg; teir skulu búgva trygt, og eingin skal ræða teir. Eg skal lata vaksa teimum upp friðarvøkst, og teir skulu ikki longur verða rivnir burtur av hungri í landinum og ikki longur bera háð tjóðanna. Teir skulu sanna, at Eg, HARRIN Gud teirra, eri við teimum, og at teir, hús Ísraels, eru fólk Mítt sigur Harrin HARRIN. Ja, tit, fylgi Mítt, fylgið, ið Eg røkti, tit eru menniskju; og Eg eri Gud tykkara sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Móti Edom. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Se'irsfjalli og profetera móti tí! Tú skalt siga við tað: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Se'irsfjall, og skal rætta út hondina móti tær og gera teg oyðið og tómt. Býir tínar skal Eg lata avtoftast, sjálvt skalt tú verða oyðimørk, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN. Aftur fyri at tú gongur við ævigum fíggindskapi og gavst Ísraelsmenn upp til svørðið á vanlukkutíð teirra, táið misgerðin varð gjørd, sum leiddi til undirgang! tí skal Eg so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN gera teg til blóð, og blóð skal elta teg; aftur fyri at tú hataði ikki blóð, skal blóð elta teg. Eg skal gera Se'irsfjall tómt og oyðið og oyða haðani bæði tann, ið kemur, og tann, ið fer. Eg skal fylla fjøll tess við dripnum monnum; á hæddum tínum, í dølum tínum og í øllum giljum tínum skulu falla menn, sum dripnir eru við svørði. Til ævigar oyðimarkir skal Eg gera teg, í býum tínum skal eingin búgva aftur og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Aftur fyri at tú segði: ?Fólkini bæði og londini bæði skulu verða míni; vit skulu taka tey í ogn!? og HARRIN hevði tó verið har skal Eg so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN gera við teg eftir teirri vreiði og øvund, ið tú hevur víst í hatri tínum til teirra, og sannað skal verða, at Eg eri millum teirra, táið Eg dømi teg. Og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, havi hoyrt øll háðorðini, ið tú hevur talað móti Ísraelsfjøllum, táið tú segði: ?Tey eru løgd í oyði; okkum eru tey givin til føði!? Tit talaðu hugmóðiga móti Mær við munni tykkara og nýttu mong orð móti Mær víst havi Eg hoyrt tað! So sigur Harrin HARRIN: Meðan øll jørðin gleðist, skal Eg leggja teg í oyði. Sum tú gleddist yvir, at arvalutur Ísraels húss varð lagdur í oyði, so skal Eg gera við teg; oyðimørk skal Se'irsfjall og alt, alt Edom verða og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Signingar Ísraels í komandi tíðum. Men tú, menniskjasonur! Profetera um Ísraelsfjøll og sig: Hoyrið orð HARRANS, Ísraelsfjøll! So sigur Harrin HARRIN: Við tað at fíggindin segði um tykkum: ?Tað var rætt! Hinar ævigu hæddir eru vorðnar ogn okkara!? so skalt tú profetera og siga: So sigur Harrin HARRIN: Við tað at ja, við tað at teir oyða tykkum og liggja eftir at gloypa tykkum úr øllum ættum, so hinar tjóðirnar kunnu fáa tykkum at eiga, og við tað at tit eru komin á tungur og varrar og í ringt orð millum fólk, hoyrið tí orð Harrans HARRANS, Ísraelsfjøll! So sigur Harrin HARRIN við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar, við oyðitoftirnar og býirnar, sum fólkið er rýmt úr, sum eru vorðin hinum tjóðunum sum rundan um tykkum búgva til rán og til spott ja, tí sigur Harrin HARRIN so: Sanniliga, í brennandi vreiði Míni havi Eg talað móti hinum tjóðunum og móti øllum Edom, sum hava ætlað sær land Mítt til ogn við gleði hjartans og við vanvirðing innast úr sálini, fyri at reka út tey, ið har búgva, og gera tað til rán. Tí skalt tú profetera um Ísraelsland og siga við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi talað í vreiði og bræði Míni: Aftur fyri at tit eru so háðað av tjóðunum, tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lyft hondini og svorið: Sanniliga, tjóðirnar, ið rundan um tykkum búgva, skulu sjálvar koma at tola háð! Men tit, Ísraelsfjøll, á tykkum skulu greinarnar vaksa aftur, og tit skulu bera Ísrael, fólki Mínum, ávøkst; tí tey skulu skjótt koma aftur. Tí Eg komi til tykkara, Eg skal venda Mær til tykkara, og tit skulu verða dýrkað og sáað. Eg skal lata menniskju koma niðan á tykkum alt hús Ísraels í býunum skal aftur búgva fólk, og toftirnar skulu verða upp aftur bygdar. Ja, Eg skal lata nøgd av menniskjum og fæi koma niðan á tykkum, og tey skulu nørast og vera fruktbør; Eg skal lata fólk búgva á tykkum sum í fornum tíðum og gera tykkum enn meiri gott enn í hini fyrru tíð tykkara og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Eg skal lata menniskju Ísrael, fólk Mítt ganga á tykkum, og tey skulu taka teg* í ogn; tú skalt vera arvalutur teirra, og tú skalt ikki longur gera tey barnleys. So sigur Harrin HARRIN: Við tað at sagt verður við teg: ?Tú ert menniskjaátari, tú hevur gjørt tjóðir tínar barnleysar!? so skalt tú ikki eta menniskju longur og ikki leiða tjóðir tínar í fall longur sigur Harrin HARRIN. Og Eg skal ikki longur lata teg hoyra háð heidninganna; spott tjóðanna skalt tú ikki bera longur, og tínar egnu tjóðir skalt tú ikki longur leiða í fall sigur Harrin HARRIN. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Hús Ísraels búði í landi sínum, og tey gjørdu tað óreint við atburði sínum og verkum sínum; sum óreinska kvinnu, ið hevur mánasjúku, var atburður teirra fyri ásjón Míni. Tá úthelti Eg yvir tey vreiði Mína, fyri blóðið, sum tey høvdu úthelt í landinum, og tí tey høvdu gjørt tað óreint við avgudum sínum. Eg spjaddi tey millum tjóðirnar, og tey vórðu stroydd út um londini; eftir atburði teirra og verkum teirra dømdi Eg tey. Men táið tey komu til tjóðirnar, ið tey komu til, vanhalgaðu tey heilaga navn Mítt, við tað at sagt varð um tey: ?Hetta er fólk HARRANS, og tey noyddust kortini at fara úr landi Hansara!? Tá tók tað Mær sárt, at hús Ísraels skuldi so vanhalga heilaga navn Mítt millum tjóðirnar, ið tey vóru komin til. Tí skalt tú siga við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Ikki fyri tykkara skuld, hús Ísraels, geri Eg hetta, men fyri heilaga navns Míns skuld, sum tit hava vanhalgað millum tjóðirnar, ið tit eru komin til. Eg skal halga stóra navn Mítt, sum er vanhalgað millum tjóðirnar sum tit hava vanhalgað millum teirra og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN sigur Harrin HARRIN táið Eg fyri eygum teirra opinberi heilagleika Mín á tykkum. Eg skal fáa tykkum heimaftur frá tjóðunum og savna tykkum saman úr øllum londunum, og Eg skal lata tykkum koma til tykkara egna land. Og Eg skal sletta reint vatn á tykkum, so tit verða rein; frá allari óreinsku tykkara og frá øllum avgudum tykkara skal Eg reinsa tykkum. Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta. Anda Mín skal Eg geva tykkum í bróstið, og Eg skal gera, at tit ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum. Tit skulu búgva í landinum, sum Eg gav fedrum tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara. Eg skal frelsa tykkum frá allari óreinsku tykkara, og Eg skal kalla á kornið og margfalda tað og ikki lata hungursneyð koma á tykkum. Eg skal margfalda ávøkst træanna og grøði jarðarinnar, so hungur skal ikki longur volda, at tit verða háðað av tjóðunum. Tá skulu tit minnast ónda atburð tykkara og verk tykkara, sum ikki vóru góð, og tit skulu vamlast við tykkum sjálv fyri misgerðir og viðurstygdir tykkara. Ikki fyri tykkara skuld geri Eg hetta sigur Harrin HARRIN tað skulu tit vita! Blúgvist og skammist um atburð tykkara, hús Ísraels! So sigur Harrin HARRIN: Tann dag Eg reinsi tykkum frá øllum misgerðum tykkara, skal Eg aftur lata fólk búgva í býunum, og toftirnar skulu verða upp aftur bygdar; landið, sum lagt var í oyði, skal verða dýrkað, í staðin fyri at tað var oyðimørk fyri eygum hvørs mans, ið framvið gekk. Tá skal verða sagt: ?Hetta land, sum lagt var í oyði, er vorðið sum urtagarður Edens; og býirnir, sum herjaðir vóru, lagdir í oyði og niðurrivnir, eru reistir aftur og hava fingið múrar.? Og tjóðirnar, ið eftir verða rundan um tykkum, skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi bygt upp aftur tað, ið niður var rivið, og av nýggjum plantað hitt oydda land. Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað. So sigur Harrin HARRIN: Eisini í hesum skal Eg bønhoyra hús Ísraels, so Eg geri tað fyri tey: Eg skal gera tað so fólkaríkt sum seyðafylgi; sum heilagt fylgi, sum seyðafylgi Jerúsalems høgtíðirnar har, so skulu hinir oyddu býir verða fullir av menniskjafylgjum og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Hini upptornaðu beinini, ið livna upp aftur, Stavirnir báðir, Hond HARRANS kom yvir meg, og HARRIN fór í Andanum út við mær og setti meg niður mitt í dalinum; hann var fullur av beinum. Hann leiddi meg rundan um tey, og eg sá, at tey lógu har í stórari nøgd um allan dalin; tey vóru heilt uppturkað. So segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Munnu hesi bein fara at livna upp aftur?? Eg svaraði: ?Harri HARRI Tú veitst tað!? Tá segði Hann við meg: ?Profetera um hesi bein og sig við tey: Tit turru bein! Hoyrið orð HARRANS! So sigur Harrin HARRIN við hesi bein: Eg lati anda koma í tykkum, og tit skulu verða livandi. Eg skal seta sinar á tykkum, lata hold koma á tykkum, draga húð yvir tykkum og geva anda í tykkum, og tit skulu verða livandi og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.? Eg profeteraði nú, eins og mær var álagt, og har varð gangur, meðan eg profeteraði; tað fór at braka, og beinini nærkaðust hvørt at øðrum. Eg sá, hvussu sinar og hold komu á tey, og hvussu húð dróst yvir tey uttan yvir hetta; men andi var eingin í teimum. Tá segði Hann við meg: ?Profetera og tala til andan profetera, menniskjasonur, og sig við andan: So sigur Harrin HARRIN: Kom úr ættunum fýra, andi, og blás á hesar dripnu, so teir livna upp aftur!? Eg profeteraði, eins og Hann hevði givið mær boð um, og andin kom í teir, og teir vórðu livandi og reistust á føtur, ovurhonds stórur herur. Síðani segði Hann við meg: ?Menniskjasonur! Hesi bein eru alt hús Ísraels. Tey siga jú: ?Bein okkara eru uppturkað, og vón okkara er komin upp í einki tað er úti við okkum!? Profetera tí og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara; og Eg flyti tykkum inn í Ísraelsland. Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara. Eg skal geva Anda Mín í tykkum, so tit verða livandi, og Eg skal búseta tykkum í landi tykkara og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað, og at Eg eisini geri tað, sigur HARRIN.? Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tú, menniskjasonur! Tak tær stav og skriva á hann: ?Fyri Juda, og fyri teir Ísraelsmenn, ið við honum eru.? Tak tær síðani annan stav og skriva á hann: ?Fyri Jósef stavur fyri Efra'im og alt hús Ísraels, sum við honum er.? Legg teir síðani saman, hvønn hjá øðrum, so teir verða til eitt í hond tíni! Táið tá landsmenn tínir siga við teg: ?Vilt tú ikki siga okkum, hvat tú meinir við hasum?? skalt tú svara teimum: ?So sigur Harrin HARRIN: Eg taki stav Jósefs, sum er í hond Efra'ims, og ættir Ísraels, sum við honum eru, og leggi aftrat stavi Juda og geri teir til ein stav, so teir verða til eitt í hond Míni.? Og stavirnar, ið tú skrivar á, skalt tú halda í hondini fyri eygum teirra. Sig síðani við teir: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal fáa Ísraelsmenn heimaftur frá tjóðunum, hagar teir fóru, og Eg skal savna teir saman úr øllum ættum og leiða teir inn aftur í land teirra. Eg skal gera teir til einans tjóð í landinum, á Ísraelsfjøllum, og ein kongur skal vera kongur yvir teimum øllum; teir skulu ikki longur vera tvær tjóðir og ikki longur vera skiftir í tvey ríki. Teir skulu ikki longur gera seg óreinar við avgudum sínum og viðurstygdum sínum, ei heldur við nakrari av misgerðum sínum; og Eg skal frelsa teir frá øllum fráfalli teirra, sum teir hava syndað við, og reinsa teir; teir skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra. Tænari Mín Dávid skal vera kongur yvir teimum, og ein og sama hirða skulu teir allir hava; lógum Mínum skulu teir ganga eftir, og boð Míni skulu teir halda og gera eftir teimum. Teir skulu búgva í landinum, sum Eg gav tænara Mínum Jákupi tí, sum fedrar tykkara búðu í; teir skulu búgva í tí til ævigar tíðir, teir og børn og barnabørn teirra. Og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi teirra til ævigar tíðir. Eg skal gera friðarsáttmála við teir ævigur sáttmáli við teir skal tað vera og Eg skal búseta teir í landi Mínum og lata teir gerast fjølmentar. Og halgidóm Mín skal Eg seta mitt millum teirra í allar ævir. Bústaður Mín skal vera yvir teimum; Eg skal vera Gud teirra, og teir skulu vera fólk Mítt. Og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, sum halgi Ísrael, táið halgidómur Mín verður verandi mitt ímillum teirra í allar ævir. KAPITUL Um Gog. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Gog í Magogslandi, høvdinga yvir Ros, Mesek og Tubal profetera móti honum! Tú skalt siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal! Eg skal venda tær við, krøkja krókar í kjálkar tínar og leiða teg út við øllum heri tínum, hestum og hestmonnum allir eru teir í vøkrum klæðum, veldigur skari við stórum og smáum skjøldum, allir við svørði í hond. Persarar, Etioparar og Putearar eru við teimum, allir við skjøldi og hjálmi. Gomer við øllum herflokkum sínum, Togarmafólk úr ytsta Norðurlandi við øllum herflokkum sínum mong fólkasløg eru við tær. Vápna teg og ger alt liðugt, tú og allir skarar tínir, sum saman eru komnir hjá tær! Tú skalt vera yvirmaður teirra. Táið long tíð er gingin, skulu boð koma eftir tær; táið árini eru at enda, skalt tú koma til tað land, sum aftur er vunnið undan svørðinum, til tjóð, ið savnað er saman frá mongum fólkasløgum, niðan á Ísraelsfjøll, sum so leingi lógu í oyði, tjóð, ið flutt er burt frá fólkasløgunum og nú býr trygt har tilsamans. Tú skalt fara niðan hagar; sum stormur skalt tú koma, sum skýggj skalt tú vera til at fjala landið, tú og allir herflokkar tínir og mong fólkasløg við tær. So sigur Harrin HARRIN: Tann dag skulu hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú skalt leggja upp ónd ráð og siga: ?Eg skal fara móti landi við opnum býum; eg skal koma yvir friðarlig fólk, sum búgva trygt, sum øll somul búgva við ongum múrum og hvørki hava porturstengur ella portur? til at ræna og taka herfong, til at venda hond tíni móti toftum, sum upp aftur eru bygdar, og móti fólki, ið savnað er saman frá heidningunum, sum hevur vunnið sær fæ og góðs, og sum býr á nalva* jarðarinnar. Sjeba, Dedan, keypmenninir úr Tarsis og allar ungu leyvur teirra skulu siga við teg: ?Kemur tú at ræna? Hevur tú savnað skarar tínar til at taka herfong, til at fara avstað við silvuri og gulli, til at ræna fæ og góðs, til at taka rán í stórum?? Profetera tí, menniskjasonur, og sig við Gog: So sigur Harrin HARRIN: Ja, tann dag Ísrael, fólk Mítt, býr trygt, skalt tú fáa at vita av tí. Og tá skalt tú koma úr landi tínum, úr ytsta Norðurlandi, tú og mong fólkasløg við tær, allir samlir ríðandi á hestum, stórur skari, veldigur herur. Sum skýggj skalt tú koma móti Ísrael, fólki Mínum, og fjala landið. Á síðstu døgum skal hetta henda; tá lati Eg teg koma yvir land Mítt fyri at tjóðirnar skulu læra Meg at kenna, táið Eg fyri eygum teirra prógvi Meg heilagan á tær, Gog! So sigur Harrin HARRIN: Er tað um teg, Eg havi talað í fornum døgum við tænarum Mínum profetum Ísraels, teimum, ið profeteraðu á teimum døgum, ár eftir ár, at Eg skuldi lata teg koma yvir tey? Men sama dag, tann dag Gog kemur yvir Ísraelsland sigur Harrin HARRIN skal vreiði Mín stíga upp í ásjón Mína. Og í vreiði Míni í vreiðieldi Mínum sigi Eg: Sanniliga, tann dag skal stórur jarðskjálvti verða í Ísraelslandi. Fiskarnir í sjónum, fuglarnir undir himli, dýrini á markini, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, og øll menniskju, ið á jørðini búgva, skulu skelva fyri ásjón Míni, og fjøllini skulu detta umkoll, hamrarnir skulu rapla niður, og hvør múrur skal falla til jarðar. Eg skal á øllum fjøllum Mínum kalla á svørðið móti honum sigur Harrin HARRIN; svørð eins skal verða vent móti øðrum. Eg skal halda dóm yvir honum við pesti og við blóði, við grovregni og við grótheglingi; eld og svávul skal Eg lata regna niður yvir hann og skarar hansara og yvir tey mongu fólkasløg, ið við honum eru. Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN. KAPITUL Framhald. Tú, menniskjasonur! Profetera móti Gog og sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal! Eg skal venda tær við, reka teg fram, lata teg koma úr ytsta Norðurlandi og leiða teg niðan á Ísraelsfjøll. Eg skal sláa bogan úr vinstru hond tíni og lata pílarnar detta úr høgru hond tíni. Á Ísraelsfjøllum skalt tú falla, tú og allir skarar tínir og fólkasløgini, ið við tær eru; alskyns rovfuglum og hinum villu dýrunum á markini gevi Eg teg til føði. Á markini skalt tú falla; tí Eg havi talað sigur Harrin HARRIN. Eg skal senda eld móti Magog og móti teimum, ið trygt búgva á oyggjunum og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN. Eg skal kunngera heilaga navn Mítt millum Ísrael, fólk Mítt, og ikki longur lata heilaga navn Mítt verða vanhalgað og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, hin heilagi í Ísrael. Ja, tað kemur, og tað verður sigur Harrin HARRIN; hetta er dagurin, ið Eg havi talað um. Tá skulu teir, sum búgva í býum Ísraels, fara út og kynda eld og halda hann brennandi við herklæðum, við smáum og stórum skjøldum, við bogum, pílum, støvum og spjótum; í sjey ár skulu teir halda eldin brennandi við hesum; teir skulu ikki fara út á markina eftir viði og ikki høgga í skógunum; nei, við herklæðunum skulu teir halda eldin brennandi. Teir skulu ræna frá ránsmonnum sínum og herja herjarar sínar sigur Harrin HARRIN. Tann dag skal Eg geva Gog gravstað í Ísrael, Ferðamannadal eystan fyri havið;* hann skal steingja ferðafólki vegin. Har skulu teir jarða Gog og alt lið hansara, og teir skulu rópa hann Gogsliðsdal. Sjey mánaðir skal hús Ísraels vera um at jarða teir og soleiðis reinsa landið. Alt fólkið í landinum skal vera um at jarða teir, og tað skal vera teimum til rós, tann dag Eg opinberi dýrd Mína sigur Harrin HARRIN. Teir skulu velja nakrar menn, sum støðugt skulu ferðast um landið, og aðrar, sum saman við teimum, ið ferðast um landið, skulu jarða allar, ið enn liggja eftir á markini um alt landið til at reinsa tað. Táið sjey mánaðir eru umlidnir, skulu teir leita við sama lagi. Táið ein teirra, sum ferðast um landið, á ferð síni sær menniskjabein, skal hann seta upp merki har, inntil teir, ið jarða skulu, fáa jarðað tað í Gogsliðsdali. Eisini skal býur har bera navnið Hamona.* Soleiðis skulu teir reinsa landið. Og tú, menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN: Sig við alskyns fuglar og við øll hini villu dýrini á markini: Savnist saman og komið, tyrpist saman úr øllum ættum til sláturofrið, ið Eg drepi fyri tykkum, veldigt sláturoffur á Ísraelsfjøllum tit skulu eta kjøt og drekka blóð! Kjøtið av køppum skulu tit eta, og blóðið úr høvdingum jarðarinnar skulu tit drekka úr veðrum, lombum, bukkum og tarvum allir eru fitaðir í Basan. Tit skulu eta feitt, inntil tit eru mett, og drekka blóð, inntil tit eru drukkin av sláturofrinum, ið Eg drepi fyri tykkum. Tit skulu verða mettað við borð Mítt við ríðihestum og vagnhestum, við køppum og alskyns hermonnum sigur Harrin HARRIN. Eg skal opinbera dýrd Mína millum tjóðirnar, og øll fólkasløg skulu síggja dómin, ið Eg havi hildið, og hond Mína, ið Eg havi lagt á tey. Hús Ísraels skal sanna, at Eg, HARRIN, eri Gud teirra frá tí degi og framvegis. Og tjóðirnar skulu sanna, at tað var fyri misgerð sína, hús Ísraels varð flutt burtur aftur fyri at tey vóru Mær trúleys, so Eg fjaldi ásjón Mína fyri teimum og gav tey í hendur fígginda teirra, og tey fullu fyri svørði øll somul. Eftir óreinsku teirra og lógbrotum teirra gjørdi Eg við tey og fjaldi ásjón Mína fyri teimum. Tí sigur Harrin HARRIN so: Nú skal Eg venda lagnu Jákups og vísa øllum húsi Ísraels náði og vera íðin fyri heilaga navni Mínum. Tey skulu gloyma skomm sína og alt trúloysið, ið tey hava víst Mær táið tey búgva trygt í landi sínum, og eingin ræðir tey. Ja, táið Eg leiði tey aftur frá tjóðunum og savni tey saman úr londum fígginda teirra og prógvi Meg heilagan á teimum, so mangar tjóðir síggja, skulu tey sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra við tað at Eg havi herleitt tey til tjóðirnar, men aftur savnað tey saman inn í land teirra og ongan av teimum lati verða eftir har. Eg skal ikki longur fjala ásjón Mína fyri teimum; tí Eg skal úthella Anda Mín yvir alt hús Ísraels sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Hitt nýggja templið. Ytru portur og forgarðar tess. Fimta og tjúgunda árið eftir at vit vóru herleidd, í byrjan ársins, tann tíggjunda í mánaðinum fjúrtanda árið eftir at staðurin var tikin júst tann dag kom hond HARRANS yvir meg, og Hann flutti meg hagar. Í sjónum frá Gudi flutti Hann meg til Ísraelsland og setti meg niður á ógvuliga høgt fjall; á tí var í suðri eins og staður bygdur. Hann flutti meg hagar. Og tá var har ein maður; av útsjónd var hann sum kopar; hann hevði í hondini línband og málistong, og hann stóð í portrinum. Maðurin segði við meg: ?Menniskjasonur! Síggj við eygunum, hoyr við oyrunum og akta eftir øllum tí, sum eg fari at lata teg síggja! Tí tú ert fluttur higar, fyri at eg skal lata teg síggja tað. Kunnger húsi Ísraels alt, ið tú sært!? Eg sá nú, at múrur gekk rundan um húsið allan vegin runt. Málistongin, sum maðurin hevði í hondini, var seks alin long, hvør alin roknað handarbreidd longri enn vanligt. Hann máldi, hvussu tjúkkur múrurin var hann var eina stong og hvussu høgur hann var hann var eina stong. So kom hann til portrið, ið eystureftir vendi. Hann gekk upp trappurnar til tað, og hann máldi gátt portursins; hon var eina stong breið; hetta var fyrsta gáttin, hon var eina stong breið. Hvør vaktarstovan var eina stong long og eina stong breið; millum vaktarstovurnar vóru fimm alin, og gátt portursins við porturforsalin innantil var eina stong. Hann máldi porturforsalin innantil; hann var eina stong. Hann máldi porturforsalin hann var átta alin og múrstólpar hansara teir vóru tvær alin. Porturforsalurin lá innantil. Vaktarstovurnar í portrinum eystantil vóru tríggjar hvørjumegin; allar tríggjar vóru líka stórar, og múrstólparnir báðumegin vóru eisini líka stórir. Hann máldi duravídd portursins hon var tíggju alin og hvussu langt portrið var tað var trettan alin. Framman fyri vaktarstovurnar var rúm, ið var eina alin, og hinumegin var líkaleiðis rúm, ið var eina alin; hvør vaktarstovan var seks alin øðrumegin og seks alin hinumegin. Hann máldi portrið, av takinum á aðrari vaktarstovuni til takið á hini vaktarstovuni; breiddin var alin. Dyr vóru yvir av durum. Hann gjørdi múrstólparnar alin høgar; og tætt inn at múrstólpunum lá forgarðurin, rundan um portrið. Frá framsíðu inngangsportursins til framsíðu forsalsins í Innara Portri vóru alin. Vindeygu við fastari grind vóru á vaktarstovunum og á múrstólpum teirra innantil móti portrinum allan vegin runt, og líkaleiðis á forsølunum; soleiðis vóru vindeygu allan vegin runt innantil, og á múrstólpunum vóru pálmar. Síðani fór hann við mær inn í Ytra Forgarð, og eg sá, at har vóru kømur og steinlagt gólv í forgarðinum allan vegin runt; kømur vóru á steingólvinum. Steingólvið var fram við síðuveggjum portursins og hevði somu breidd, sum portrini vóru long; hetta var niðara steingólvið. So máldi hann breiddina frá framsíðu Niðara Porturs til ytru framsíðu Innara Forgarðs; hon var alin eystureftir og norðureftir. So máldi hann longd og breidd portursins, ið norðureftir vendi, og sum hoyrdi til Ytra Forgarð. Tað hevði tríggjar vaktarstovur hvørjumegin, og múrstólparnir og forsalirnir vóru líka stórir sum í hinum fyrsta portrinum; tað var alin langt og alin breitt. Vindeyguni, forsalirnir og pálmarnir høvdu somu stødd sum í portrinum, sum eystureftir vendi; sjey trapputrin vóru at ganga upp í tað, og forsalirnir lógu framman fyri tað. Portrið til Innara Forgarð var beint yvir av portrinum, ið norðureftir og eystureftir vendi; og hann máldi alin frá einum portrinum til annað. Nú fór hann suðureftir við mær, og eg sá, at har var portur, sum vendi suðureftir; hann máldi múrstólparnar og forsalirnar har; teir høvdu somu stødd sum hinir. Vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt, líka vorðin sum hini vindeyguni; tað var alin langt og alin breitt. Trappurnar upp í tað høvdu sjey trin, og forsalirnir vóru framman fyri tær; pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin. Eitt portur til Innara Forgarð var fyri sunnan við; frá hesum portrinum til portrið suðureftir máldi hann alin. So fór hann við mær gjøgnum Suðurportur inn í Innara Forgarð, og hann máldi Suðurportur; tað hevði somu stødd sum hini. Vaktarstovurnar, múrstólparnir og forsalirnir har høvdu somu stødd sum hini, og vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt; tað var alin langt og alin breitt. Forsalir vóru allan vegin runt, alin langir og fimm alin breiðir. Forsalirnir vendu út móti Ytra Forgarði, og á múrstólpunum vóru pálmar; trappurnar høvdu átta trin. Hann fór nú við mær inn í Innara Forgarð fyri eystan, og hann máldi portrið; tað hevði somu stødd sum hini. Vaktarstovurnar, múrstólparnir og forsalirnir har høvdu somu stødd sum hini, og vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt; tað var alin langt og alin breitt. Forsalirnir vendu út móti Ytra Forgarði, og pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin; trappurnar høvdu átta trin. Síðani fór hann við mær til Norðurportur, og hann máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini. Somuleiðis máldi hann vaktarstovurnar, múrstólparnar og forsalirnar har; vindeygu vóru á tí allan vegin runt; tað var alin langt og alin breitt. Múrstólparnir har vendu út móti Ytra Forgarði, og pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin; trappurnar høvdu átta trin. Eitt kamar við inngongd síni var við múrstólpar portranna; har skuldu teir skola brenniofrið. Í porturforsalinum stóðu tvey borð hvørjumegin til at drepa brenniofrini, syndofrini og skyldofrini á. Við ytra síðuveggin, ið fyri norðan var táið ein gekk upp at porturdurunum stóðu tvey borð, og við hin síðuvegg porturforsalsins stóðu eisini tvey borð fýra borð við hvønn síðuvegg portursins, tilsamans átta borð; tey skuldu vera til at drepa á. Fýra borð vóru til brenniofrið; tey vóru av høgdum gróti, hálvaaðru alin long, hálvaaðru alin breið og eina alin høg; á tey skuldu teir leggja amboðini, ið teir drópu brenniofrini og sláturofrini við. Dupultir krókar, hond breiðir, vóru festir á húsið allan vegin runt; og á borðini skuldi offurkjøtið leggjast. Uttan fyri Innara Portur vóru kømur til sangararnar í Innara Forgarði við síðu Norðurporturs; framsíða teirra vendi suðureftir. Eitt annað rað av kømurum lá við síðu Eysturporturs, við framsíðuni norðureftir. Hann segði við meg: ?Hetta raðið av kømurum, sum vendir framsíðuna suðureftir, er til prestarnar, ið gera tænastuna inni í húsinum. Men hitt raðið av kømurum, sum vendir framsíðuna norðureftir, er til prestarnar, ið gera tænastuna við altarið til eftirkomarar Zadoks sum eru teir av Levisonum, ið sleppa at koma HARRANUM nær at tæna Honum.? Hann máldi so forgarðin; hann var alin langur og alin breiður fýrhyrntur. Altarið stóð framman fyri húsið. Nú fór hann við mær til forsal hússins. Hann máldi múrstólpar forsalsins teir vóru fimm alin hvørjumegin og breidd portursins hon var tríggjar alin hvørjumegin. Forsalurin var tjúgu alin langur og ellivu alin breiður; trapputrin vóru at ganga upp í hann, og við múrstólparnar stóðu súlur, ein hvørjumegin. KAPITUL Framhald. Nú fór hann inn í hitt heilaga við mær. Hann máldi múrstólparnar; teir vóru báðumegin seks alin tjúkkir hetta var breidd tjaldsins. Dyrnar vóru tíggju alin breiðar, og síðuveggirnir við dyrnar vóru fimm alin hvørjumegin. So máldi hann longd tess* hon var alin og breiddina hon var alin. Síðani fór hann innum.* Hann máldi durastólparnar teir vóru tvær alin og dyrnar tær vóru seks alin og duravíddina hon var sjey alin. Hann máldi longd tess hon var alin og breiddina hon var alin fram við templinum.* Og hann segði við meg: ?Hetta er hitt alraheilagasta.? Síðani máldi hann vegg hússins hann var seks alin og breidd síðukamaranna hon var fýra alin rundan um alt húsið. Síðukømurini lógu, hvørt áfast við annað, í trimum hæddum, í hvørjari hædd; tey gingu at tí vegginum, sum húsið hevði móti síðukømurunum allan vegin runt, so at tey hvíldu á honum; men tey vóru ikki fest í húsveggin sjálvan. Soleiðis vórðu síðukømurini breiðari og breiðari allan vegin runt, tess hægri uppi tey lógu; tí bygningurin um húsið gekk hægri og hægri upp rundan um húsið. Tí var breiddin móti húsinum størri í erva. Úr niðastu hædd varð gingið upp í miðhæddina, og úr henni upp í ovastu. Eg sá, at húsið stóð á einum palli, sum gekk allan vegin runt; grundvøllur síðukamaranna var eina fulla stong seks alin at jaðaranum. Tjúkt veggjarins, ið síðukømurini høvdu úteftir, var fimm alin, og tað opna rúmið millum síðukømur hússins og hini kømurini var alin breitt rundan um alt húsið. Dyr síðukamaranna vendu út móti hinum opna rúminum; einar dyr vendu norðureftir, og einar suðureftir, og tað opna rúmið var fimm alin breitt allan vegin runt. Bygningurin, ið lá yvir av hinum fráskilda plássinum fyri vestan, var alin breiður, og veggur bygningsins var fimm alin tjúkkur allan vegin runt; langur var hann alin. Nú máldi hann húsið; tað var alin langt; og hitt fráskilda plássið og bygningurin við veggjum sínum vóru alin á longd. Framsíða hússins og hitt fráskilda plássið fyri eystan vóru alin. Hann máldi longd bygningsins yvir av hinum fráskilda plássinum hann lá aftan fyri tað og súlugongirnar báðumegin hann; tað vóru alin somuleiðis innhúsið og forsalir forgarðsins, gáttirnar, vindeyguni við føstum grindum, súlugongirnar allan vegin runt í trimum hæddum teirra oman fyri gáttirnar var bróst av viði allan vegin runt, vindeyguni sótu tætt niðri við jørðina, og lúkur vóru fyri teimum rúmið yvir durunum, rúmið inn at innhúsinum og fyri uttan og á øllum vegginum allan vegin runt, bæði innan og uttan alt var eftir máli. Kerúbar vóru gjørdir, og pálmar, ein pálmi millum tveir kerúbar; og kerúbarnir høvdu tvey andlit, menniskjaandlit móti pálmanum øðrumegin og andlit ungleyvu móti pálmanum hinumegin; so var gjørt á øllum húsinum allan vegin runt. Av gólvinum til oman fyri dyrnar vóru kerúbar gjørdir, og pálmar, á tempulvegginum.* Templið* hevði fýrhyrntar durastavir, og framsíða halgidómsins** hevði somu útsjónd. Altarið var av viði, tríggjar alin høgt og tvær alin langt; tað hevði horn, og langsíðan og veggirnir vóru av viði. Hann segði við meg: ?Hetta er borðið, ið stendur fyri ásjón HARRANS.? Tvinnar dyr vóru á templinum og halgidóminum. Dyrnar høvdu tvær hurðar, og hvør hurðin mól á hongslum; tvær hurðar høvdu aðrar dyrnar, og tvær høvdu hinar. Á teimum á tempuldurunum vóru gjørdir kerúbar og pálmar, eins og á veggjunum; og trappuhús av viði var framman fyri forsalin, fyri uttan. Vindeygu við fastari grind og pálmum vóru á síðuveggjum forsalsins, báðumegin, og í síðukømurum hússins og í trappuhúsinum. KAPITUL Framhald. Hann fór nú við mær út í Ytra Forgarð, leiðina norðureftir, og síðani fór hann við mær til kømurini, sum lógu beint yvir av hinum fráskilda plássinum og beint yvir av bygninginum í norðri. Hann var alin langur og hevði dyr norðureftir; breiddin var alin. Út móti hinum alin breiða plássinum, ið hoyrdi til Innara Forgarð, og út móti steingólvinum í Ytra Forgarði var súlugong yvir av súlugong í trimum hæddum. Framman fyri kømurini var tíggju alin breið gong inneftir, alinbreiður vegur; dyr teirra vendu norðureftir. Tey ovastu kømurini vóru smærri enn hini; tí súlugongirnar tóku meiri pláss frá teimum enn frá hinum niðastu og hinum mittastu í bygninginum. Tí tey lógu í trimum hæddum, men høvdu ongar súlur, soleiðis sum forgarðarnir høvdu; tí varð minni pláss í hinum ovastu kømurunum enn í hinum niðastu og mittastu frá jørðini uppeftir. Ein múrur, sum var uttanfyri, fram við kømurunum, móti Ytra Forgarði, gekk framman fyri kømurini; hann var alin langur. Tí kømurini, ið lógu út móti Ytra Forgarði, vóru alin long, men móti templinum alin. Niðan fyri hesi kømur var inngongdin eystanfrá táið gingið var inn í tey úr Ytra Forgarði. Har sum forgarðsmúrurin fyri eystan var tjúkkastur, framman fyri hitt fráskilda plássið og framman fyri bygningin, vóru eisini kømur. Og framman fyri tey var vegur; tey sóu út sum kømurini, ið fyri norðan vóru, og høvdu somu longd og breidd sum tey; tey høvdu eisini øll útgongdir sínar sum tey og vóru vorðin sum tey; og sum dyr teirra vóru eisini dyr kamaranna, ið fyri sunnan vóru; har vóru dyr, har sum vegurin byrjaði, vegurin framman fyri múrin, ið til hoyrdi, vegurin eystureftir har sum gingið varð inn í tey. Hann segði nú við meg: ?Kømurini fyri norðan og kømurini fyri sunnan, sum liggja framman fyri hitt fráskilda plássið, eru heiløg kømur; har skulu prestarnir sum standa HARRANUM nær eta hitt háheilaga; har skulu teir leggja hitt háheilaga, bæði matofrið, syndofrið og skyldofrið; tí tað er heilagt stað. Táið prestarnir sum ikki við tað sama mugu fara úr halgidóminum út í Ytra Forgarð eru komnir inn hagar, skulu teir leggja eftir har klæðini, sum teir hava gjørt tænastu í, tí tey eru heiløg; teir skulu lata seg í onnur klæði og síðani fara út, hagar sum fólkið eigur at vera.? Táið hann nú var liðugur at mála húsið innan, fór hann við mær út um portrið, ið eystureftir vendi, og hann máldi har rundanum. Hann máldi við málistongini eystursíðuna; hon var eftir málistongini stengur allan vegin runt. Norðursíðuna máldi hann; hon var eftir málistongini stengur allan vegin runt. Eisini suðursíðuna máldi hann; hon var eftir málistongini stengur. So vendi hann sær at vestursíðuni og máldi eftir málistongini stengur. Á øllum fýra síðum máldi hann tað; tað hevði múr rundanum, stengur langan og breiðan, sum skilti millum hitt heilaga og tað, sum ikki var heilagt. KAPITUL Framhald. Nú fór hann við mær at portrinum, tí portrinum, ið eystureftir vendi. Tá sá eg dýrd Ísraels Guds koma eystaneftir; ljóðið av henni var sum ljóðið av stórum vøtnum, og jørðin lýsti av dýrd Hansara. Sjónin, ið eg sá, var sum sjónin, ið eg hevði sæð, táið eg kom at leggja býin í oyði, og sjónirnar vóru sum sjónin, ið eg hevði sæð við Kebará. Og eg fall niður á andlit mítt. Dýrd HARRANS fór nú inn í húsið um portrið, ið eystureftir vendi. Og Andin lyfti meg upp og fór við mær, inn í Innara Forgarð; so sá eg, at dýrd HARRANS fylti húsið. Eg hoyrdi nú Ein tala til mín úr húsinum, meðan maður stóð undir lið míni. Hann segði við meg: Menniskjasonur! Hetta er staðið, har hásæti Mítt er, staðið, har føtur Mínir skulu standa har Eg til ævigar tíðir skal búgva millum Ísraelsmenn. Hús Ísraels skal ikki longur gera heilaga navn Mítt óreint hvørki tey ella kongar teirra við horulívi sínum, við deyðu kroppum konga* sína og við offurheyggjum sínum, soleiðis sum tey gjørdu, táið tey settu gátt sína hjá gátt Míni og durastav sín hjá durastavi Mínum, so einki uttan veggurin var millum Meg og tey, og gjørdu heilaga navn Mítt óreint við tí viðurstyggiliga, ið tey høvdust at, so Eg í vreiði Míni noyddist at gera enda á teimum. Nú skulu tey lata horulív sítt og deyðu kroppar konga sína vera langt burtur frá Mær, og so skal Eg til ævigar tíðir búgva millum teirra. Men tú, menniskjasonur! Tala til hús Ísraels um hetta húsið, so tey koma at skammast yvir misgerðir sínar og mála hin væl fyriskipaða bygningin! Táið tey tá skammast yvir alt, ið tey hava gjørt, skalt tú kunngera teimum, hvussu húsið sær út, og hvussu tað er innrættað, útgongdir og inngongdir tess, hvussu tað á allan hátt sær út, og allar fyriskipanirnar um tað hvussu tað á allan hátt sær út, og allar lógirnar um tað og skriva tað upp fyri eygum teirra, so tey kunnu akta eftir, hvussu tað á allan hátt sær út, og eftir øllum fyriskipanunum um tað og gera eftir teimum. Hetta er lógin um húsið: Á fjalstindinum skal alt, ið til tað hoyrir rundan um tað vera háheilagt ja, hetta er lógin um húsið. Hetta eru mál altarsins í alnatali alinin roknað handarbreidd longri enn vanlig alin -: Fótstykki skal vera, eina alin høgt og eina alin breitt, og kantlistin á rond tess skal vera eina sponn breiður allan vegin runt. Hetta er undirlag altarsins. Frá fótstykkinum niðri við jørðina til niðara stallin skulu vera tvær alin, og breiddin skal vera ein alin; og frá minna stallinum til størra stallin skulu vera fýra alin, og breiddin skal vera ein alin. Har'el* skal vera fýra alin, og frá Ariel uppeftir skulu vera fýra horn.** Ariel skal vera tólv alin langt og tólv alin breitt fýrhyrnt, við fýra líka longum síðum. Stallurin skal vera fjúrtan alin langur og fjúrtan alin breiður, við fýra líka longum síðum; kantlistin rundan um hann skal vera hálva alin, og fótstykkið eina alin allan vegin runt; trappurnar skulu venda eystureftir. Og Hann segði við meg: ?Menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru fyriskipanirnar um altarið, tann dag tað verður gjørt, so ofrast kann brennioffur á tí, og slettast kann blóð á tað. Tá skalt tú fáa hinum levitisku prestunum teimum, ið eru av ætt Zadoks, sum standa Mær nær og tæna Mær ungan tarv til syndoffur sigur Harrin HARRIN. Og tú skalt taka av blóði hansara og smyrja á hini fýra horn altarsins, á hini fýra horn stallanna og á kantlistan allan vegin runt; og tú skalt reinsa tað frá synd og gera bót fyri tað. So skalt tú taka syndoffurtarvin, og hann skal brennast á tí staðnum í húsinum, sum fyriskrivað er, uttan fyri halgidómin. Annan dagin skalt tú ofra lýtaleysan bukk sum syndoffur, og teir skulu reinsa altarið frá synd, eins og teir reinsaðu tað við tarvinum. Táið tú ert liðugur at reinsa tað, skalt tú ofra ungan, lýtaleysan tarv og av smáfænum lýtaleysan veðr. Tú skalt leiða teir fram fyri ásjón HARRANS, og prestarnir skulu stroya salt á teir og ofra HARRANUM teir sum brennioffur. Í sjey dagar skalt tú dagliga ofra bukk sum syndoffur, og ungur tarvur og av smáfænum veðrur, báðir lýtaleysir, skulu ofrast. Í sjey dagar skulu teir gera bót fyri altarið og reinsa tað og víga tað. Táið so hesir dagar eru at enda, skulu prestarnir áttanda dagin og altíð eftirsíðani ofra brennioffur og takkoffur tykkara á altarinum, og tá skal Eg í náði taka ímóti tykkum sigur Harrin HARRIN.? KAPITUL Framhald. Nú fór hann aftur við mær at Ytra Portri halgidómsins, tí, sum eystureftir vendi; tað var stongt. HARRIN segði við meg: ?Hetta portrið skal vera stongt; tað má ikki latast upp, og eingin má fara inn um tað; tí HARRIN Gud Ísraels er farin inn um tað, tí skal tað vera stongt. Men høvdingin skal, við tað at hann er høvdingi, sleppa at sita har og halda máltíð fyri ásjón HARRANS; hann skal koma inn gjøgnum forsal portursins og fara sama veg útaftur.? Síðani fór hann við mær um Norðurportur, út á plássið framman fyri húsið; og eg fekk at síggja, hvussu dýrd HARRANS fylti hús HARRANS. Tá fall eg niður á andlit mítt. HARRIN segði við meg: Menniskjasonur! Legg tær á hjarta, síggj við eygunum og hoyr við oyrunum alt, ið Eg sigi tær um allar fyriskipanirnar og allar lógirnar viðvíkjandi húsi HARRANS! Tú skalt gjølla leggja til merkis inngongdina í húsið og allar útgongdirnar úr halgidóminum. Og tú skalt siga við hini ólýdnu við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Nú má vera nóg mikið við øllum viðurstygdum tykkara, hús Ísraels, tit, sum hava loyvt fremmandum við óumskornum hjarta og óumskornum holdi inn í halgidóm Mín, til at vera har, so at hús Mítt varð vanhalgað, meðan tit bóru fram mat Mín, fiti Mína og blóð Mítt! Soleiðis brutu tit sáttmála Mín oman á allar hinar viðurstygdir tykkara. Tit aktaðu ikki eftir tí, sum eftir skuldi aktast í halgidómum Mínum; nei, tit settu aðrar í tykkara stað at akta eftir tí, sum Eg vildi hava aktað eftir í halgidómi Mínum. So sigur Harrin HARRIN: Eingin fremmandur við óumskornum hjarta og óumskornum holdi má koma inn í halgidóm Mín, eingin av øllum hinum fremmandu, ið millum Ísraelsmenn búgva. Men teir Levitar, sum fóru burt frá Mær, táið Ísrael viltist teir, sum viltust frá Mær og hildu seg til avgudar sínar skulu bera misgerð sína. Teir skulu í halgidómi Mínum gera vaktartænastu við tempulportrini og gera arbeiðið í húsinum; teir skulu drepa brenniofrini og sláturofrini fyri fólkið, og teir skulu standa framman fyri tey og tæna teimum. Aftur fyri at teir tæntu teimum framman fyri avgudar teirra og soleiðis voldu, at hús Ísraels fall í misgerð, havi Eg lyft hond Míni móti teimum sigur Harrin HARRIN og teir skulu bera misgerð sína. Teir skulu ikki sleppa at koma Mær nær at tæna Mær sum prestar, ei heldur at koma nøkrum av heiløgu lutum Mínum nær hinum háheilaga; nei, teir skulu bera skomm sína og viðurstygdirnar, ið teir hava gjørt. Eg skal seta teir at varðveita tað, sum er at varðveita í húsinum, við øllum arbeiðinum har og øllum tí, sum gerast skal har. Men hinir levitisku prestarnir eftirkomarar Zadoks sum aktaðu eftir tí, sum eftir skuldi aktast í halgidómi Mínum, táið Ísraelsmenn viltust burt frá Mær skulu koma Mær nær at tæna Mær, og teir skulu standa fyri ásjón Míni og bera fram fyri Meg fiti og blóð sigur Harrin HARRIN. Teir skulu koma inn í halgidóm Mín, og teir skulu stíga fram at borði Mínum at tæna Mær; teir skulu akta eftir tí, sum Eg vil hava aktað eftir. Og táið teir fara inn í portur Innara Forgarðs, skulu teir lata seg í línklæði; teir mugu ongum ullintum vera í, táið teir gera tænastu í portri Innara Forgarðs ella í húsinum. Teir skulu hava línhúgvur á høvdinum og buksur av líni um lendarnar; teir mugu ikki vera gyrdir við nøkrum, sum voldir sveitta. Táið teir so fara út í Ytra Forgarð til fólkið í Ytra Forgarði skulu teir fara úr klæðunum, sum teir hava gjørt tænastu í, og leggja tey í hini heiløgu kømurini, og teir skulu lata seg í onnur klæði, so teir ikki við klæðum sínum halga fólkið. Teir mugu ikki raka høvd sítt, ei heldur lata hárið vaksa, sum tað vil; teir skulu klippa hár sítt. Vín má eingin av prestunum drekka, táið hann fer inn í Innara Forgarð. Einkju ella fráskilda mugu teir ikki taka til konu, nei, ongar uttan moyggjar av húsi Ísraels; tó kunnu teir giftast við eini, sum er einkja eftir prest. Teir skulu læra fólk Mítt at skilja millum heilagt og vanheilagt og læra tey munin á óreinum og reinum. Í rættartrætum skulu teir stíga fram og døma; eftir fyriskipanum Mínum skulu teir døma í teimum; lógir Mínar og boð Míni skulu teir halda á øllum høgtíðum Mínum, og sabbatar Mínar skulu teir halda heilagar. Eingin teirra má gera seg óreinan við at fara inn til lík, uttan táið tað er lík faðirs ella móður, sonar ella dóttur, bróður ella systur, sum eingin maður hevur átt við teimum kunnu teir gera seg óreinar. Táið hann so er vorðin reinur aftur, skulu honum verða taldir sjey dagar; og tann dag hann fer inn í halgidómin, inn í Innara Forgarð at gera tænastu í halgidóminum, skal hann ofra syndoffur sigur Harrin HARRIN. Arvalutur teirra skal vera, at Eg eri arvalutur teirra. Ogn skulu tit onga geva teimum í Ísrael Eg eri ogn teirra. Matofrið, syndofrið og skyldofrið skulu teir eta, og alt bannlýst í Ísrael skal tilhoyra teimum. Tað fyrsta av øllum frumgróðri av øllum sløgum og allar offurgávur av øllum sløgum av øllum offurgávum tykkara skal tilhoyra prestunum, og tað fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata prestin fáa so signing kann koma yvir hús títt. Einki sjálvdeytt og einki, ið sundurskrætt er, av fuglum ella dýrum, mugu prestarnir eta. KAPITUL Framhald. Táið tit við lutakasti skifta landið í óðal, skulu tit lata gávu til HARRAN, heilagan part av landinum, stengur langan og breiðan; hann skal vera heilagur, so langt sum hann gongur, í allar ættir. Av hesum skal takast til halgidómin fýrhyrnt stykki, stengur á longd og á breidd, við alin breiðum, opnum plássi rundanum. Soleiðis skalt tú eftir hesum máli mála stengur á longd og á breidd, og har skal halgidómurin, hitt háheilaga, vera. Hetta er heilagur partur av landinum; tað skal tilhoyra prestunum, sum gera tænastu í halgidóminum, teimum, sum koma nær at tæna HARRANUM, og tað skal geva teimum rúm til bústaðir og vera heilagt pláss til halgidómin. Og stengur á longd og á breidd skal tilhoyra Levitunum, sum gera tænastu í húsinum; teir skulu hava tjúgu garðar í ogn. Býnum skulu tit geva ogn, stengur á breidd og á longd, javnsíðis við halgidómslutin; tað skal tilhoyra øllum húsi Ísraels. Høvdingin skal hava lut sín báðumegin halgidómslutin og býognina fram við halgidómslutinum og býognini, bæði fyri vestan vestureftir og fyri eystan eystureftir og á longd svarandi til ein ættarlutin, frá markinum fyri vestan at markinum fyri eystan. Hetta skal hann hava sum land sítt, sum ogn sína í Ísrael. Og høvdingar Mínir skulu ikki kúga fólk Mítt longur, men lata hús Ísraels hava landið eftir ættunum. So sigur Harrin HARRIN: Latið nú vera nóg mikið, tit høvdingar Ísraels! Fáið burt yvirgang og kúgan, og gerið rætt og rættvísi, gevið uppat at reka fólk Mítt av húsi og heimi! sigur Harrin HARRIN. Beina vekt, rætta efu og rætt bat skulu tit hava. Efa og bat skulu vera líka stór, so bat er tíggjundiparturin av homer, og efa tíggjundiparturin av homer; eftir homer skal mál teirra vera. Sekulin skal vera gerur; minan skal hjá tykkum vera seklar, seklar, seklar. Hetta er offurgávan, ið tit skulu lata: Sættingin av efu av hvørjum homer av hveiti og sættingin av efu av hvørjum homer av byggi. Av oljuni er hetta ásett at lata: Tíggjundapartin av bat av hvørjum kor* tíggju bat eru í homerinum, tí homer er tíggju bat. Framvegis, av smáfænum: Eitt lamb av hvørjum úr feita haglendi Ísraels til matoffur, brennioffur og takkoffur, til at gera bót fyri tey sigur Harrin HARRIN. Alt fólkið í landinum skal hava skyldu at lata hesa offurgávu til høvdinga Ísraels. Men høvdingin skal hava skyldu at ofra brenniofrini, matofrið og drykkjuofrið á høgtíðunum og sólkomudagarnar og sabbatarnar á øllum høgtíðum Ísraels; hann skal ofra syndofrið, matofrið, brenniofrið og takkofrini til at gera bót fyri hús Ísraels. So sigur Harrin HARRIN: Tann fyrsta í fyrsta mánaði skalt tú taka lýtaleysan, ungan tarv og reinsa halgidómin frá synd. Presturin skal taka av blóði syndoffursins og smyrja á durastavir hússins, á hini fýra horn altarstallanna og á durastavirnar í portri Innara Forgarðs. Sama skalt tú gera tann sjeynda í mánaðinum, fyri teirra skuld, sum hava syndað av misgáum ella av fávitsku; soleiðis skulu tit gera bót fyri húsið. Tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit halda páskir, á teirri høgtíð skulu tit í sjey dagar eta ósúrgað breyð. Tann dagin skal høvdingin ofra tarv sum syndoffur fyri seg og fyri alt fólkið í landinum. Teir sjey høgtíðardagarnar skal hann ofra HARRANUM brennioffur, sjey lýtaleysar tarvar og sjey lýtaleysar veðrar hvønn dag hesar sjey dagarnar, og sum syndoffur bukk hvønn dag. Sum matoffur skal hann ofra efu við hvørjum tarvinum, efu við hvørjum veðrinum og hin av olju við hvørji efu. Tann fimtanda í sjeynda mánaði á høgtíðini skal hann ofra líka mikið sum hetta, bæði syndoffur og brennioffur, bæði matoffur og olju; tað skal hann gera í sjey dagar. KAPITUL Framhald. So sigur Harrin HARRIN: Portur Innara Forgarðs, tað, ið eystureftir vendir, skal vera stongt teir seks gerandisdagarnar; men sabbatsdagin skal tað latast upp, og somuleiðis sólkomudagin. Høvdingin skal tá uttanfrá fara inn gjøgnum forsalin í portrinum og standa við durastav portursins; prestarnir skulu ofra brennioffur og takkoffur hansara, og hann skal tilbiðja á porturgáttini og síðani fara út aftur. Men portrið skal ikki steingjast fyrrenn um kvøldið. Men fólkið í landinum skal sabbatarnar og sólkomudagarnar tilbiðja fyri ásjón HARRANS við dyrnar til hetta portur. Brenniofrið, ið høvdingin skal ofra HARRANUM sabbatsdagin, skal vera seks lýtaleys lomb og lýtaleysur veðrur. Sum matoffur skal hann ofra: Efu við hvørjum veðri og við lombunum so mikið, sum hann sjálvur vil lata og hin av olju við hvørji efu. Sólkomudagin skal hann bera fram lýtaleysan ungan tarv, seks lomb og veðr lýtaleys kríatúr. Sum matoffur skal hann ofra: Efu við tarvinum, efu við veðrinum og við lombunum so mikið, sum honum ber til og hin av olju við hvørji efu. Táið høvdingin fer inn, skal hann fara gjøgnum forsal portursins, og sama veg skal hann fara út aftur. Men táið fólkið í landinum fer inn fyri ásjón HARRANS á høgtíðunum, skal tann, sum fer inn um Norðurportur at tilbiðja, fara út um Suðurportur, og tann, ið fer inn um Suðurportur, skal fara út um Norðurportur eingin má fara út aftur um portrið, sum hann fór inn um, nei, út skal farast um portrið hinumegin. Høvdingin skal fara inn saman við hinum, táið hann fer inn, og táið teir fara út, skulu teir fara út saman. Á høgtíðum og halgidøgum skal matofrið vera efa við hvørjum tarvi, efa við hvørjum veðri og við lombunum so mikið, sum hann sjálvur vil lata og hin av olju við hvørji efu. Táið høvdingin ofrar sjálvkravt offur brennioffur ella takkoffur sum sjálvkravt offur til HARRAN skal portrið, ið eystureftir vendir, latast honum upp, og hann skal ofra brennioffur sítt og takkoffur síni, soleiðis sum hann ger sabbatsdagin; síðani skal hann fara útaftur, og táið hann er útfarin, skal portrið steingjast. Sum brennioffur til HARRAN skalt tú hvønn dag ofra veturgamlan, lýtaleysan seyð; tað skalt tú ofra hvønn morgun. Og sum matoffur við tí skalt tú hvønn morgun ofra sættingin av efu og triðingin av hin av olju at væta mjølið við; tað er matoffur til HARRAN fyriskipanir, sum galda ævigt, allar tíðir. Soleiðis skulu teir hvønn morgun ofra seyðin, matofrið og oljuna; tað skal vera dagligt brennioffur. So sigur Harrin HARRIN: Táið høvdingin gevur einum syni sínum gávu, so er hetta arvalutur hansara; tað skal tilhoyra sonum hansara, tað er ogn og arvalutur teirra. Men táið hann av arvaluti sínum gevur einum tænara sínum gávu, skal tað tilhoyra honum inntil loysnarárið; tá skal høvdingin fáa tað aftur; bert synir hansara skulu varandi eiga slíkan arvalut. Høvdingin má einki taka av arvaluti fólksins, so hann rekur tey burt av ogn teirra; av síni egnu ogn skal hann geva sonum sínum arvalut so fólk Mítt verður ikki spjatt við at missa ogn sína. Nú fór hann við mær gjøgnum inngongdina, sum var við síðu portursins, til hini heiløgu kømurini, sum vóru ætlað prestunum, og sum vendu norðureftir; eg sá tá, at har var rúm í ytsta horninum móti vestri. Hann segði við meg: ?Hetta er staðið, har prestarnir skulu kóka skyldofrið og syndofrið og baka matofrið, so teir skulu ikki vera noyddir at bera tað út í Ytra Forgarð og soleiðis halga fólkið.? Síðani læt hann meg fara út í Ytra Forgarð og fór runt við mær, út í hini fýra horn forgarðsins; eg sá tá, at lítil forgarður var í hvørjum horni forgarðsins; í hinum fýra hornum forgarðsins vóru fýra smærri forgarðar, alin langir og alin breiðir; allir fýra høvdu teir somu stødd. Allan vegin runt inni í teimum gekk múrur allan vegin runt í øllum fýra; og eldstaðir vóru gjørdir niðantil við múrarnar allan vegin runt. Og hann segði við meg: ?Hetta eru køkarnir, har teir, sum gera tænastu í húsinum, skulu kóka sláturoffur fólksins.? KAPITUL Framhald, Landamarkini, Nú fór hann við mær aftur til inngongd hússins; eg sá tá, at vatn kom út undan gátt hússins fyri eystan; tí framsíða hússins vendi eystureftir. Vatnið rann niður undan høgru síðu hússins, sunnan fyri altarið. Hann læt meg so fara út um Norðurportur og fór runt við mær uttanfyri, at Ytra Portri, at portrinum, ið eystureftir vendir; har fekk eg at síggja vatn springa upp høgrumegin. Maðurin fór nú eystureftir við málisnøri í hondini og máldi alin; so læt hann meg vaða yvir um vatnið; tað var upp á øklar. Uppaftur máldi hann alin og læt meg vaða yvir um vatnið; tá var vatnið upp undir knø. Aftur máldi hann alin og læt meg vaða yvir um vatnið sum har var upp á miðju. Eina ferð enn máldi hann alin; tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí vatnið var so djúpt, at ein kravdi at svimja tað var ein á, sum ikki var vaðandi um. Tá segði hann við meg: ?Hevur tú sæð hetta, menniskjasonur?? Síðani fór hann aftur við mær, fram við áarbakkanum. Táið eg kom aftur, sá eg, at ógvuliga nógv trø stóðu báðumegin á áarbakkanum. Hann segði við meg: ?Hetta vatn rennur út í landið fyri eystan og síðani longur oman á slættlendið og haðani rennur tað í havið.* Og táið tað verður leitt út í havið, verður vatnið har gott. Allir livandi skapningar, ið rørast, allastaðni har dupultáin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nørast í stórum; tí táið hetta vatn kemur hagar, verður heilsubót og lív, allastaðni har áin kemur. Fiskimenn skulu standa við havið* úr En-Gedi til En-Eglajim; tað skal vera stað at seta nót út; har skal vera ógvuliga nógvur fiskur av ymiskum sløgum, eins og í Stórahavi. Men blotarnir og hyljarnir har skulu ikki verða bøttir; teir eru saltinum givnir. Við ánna skulu á báðum áarbakkum vaksa upp alskyns frukttrø; bløð teirra skulu ikki følna, og tey skulu ikki geva uppat at bera ávøkst; hvønn mánað skulu tey bera nýggjan ávøkst; tí vatnið til teirra gongur út úr halgidóminum. Og ávøkstur teirra skal vera til føði, og bløð teirra til heilsubót.? So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru markini, ið tit skulu skifta sundur landið eftir, hinum tólv ættum Ísraels til arvalut Jósef skal hava tveir lutir. Tit skulu taka tað til arvalut, ein líka væl sum annar; tí Eg havi lyft hond Míni og svorið at geva fedrum tykkara tað; tí skal hetta land nú ognast tykkum sum arvalutur. Hetta skulu vera mark landsins: Norðursíðan: Frá Stórahavi fram við Hetlonsvegnum, hagar sum leiðin liggur til Zedad, Hamat, Berota, Sibrajim sum liggur millum landamark Damaskus og landamark Hamats, Miðhazer, sum liggur yvir at landamarki Havrans. Markið skal soleiðis ganga frá havinum til Hazar-Enon við landamark Damaskus og haðani enn longur norður, líka at landamarki Hamats. Hetta er norðursíðan. Eystursíðan: Jordan millum Havran og Damaskus og millum Gilead og Ísraelsland; úr markinum fyri norðan at havinum fyri eystan skulu tit mála. Hetta er eystursíðan. Suðursíðan fyri sunnan -: Úr Tamar at Meribotsvatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav. Hetta er suðursíðan, markið fyri sunnan. Vestursíðan er Stórahav frá markinum fyri sunnan til beint út av, har sum leiðin liggur til Hamat. Hetta er vestursíðan. Hetta land skulu tit skifta millum tykkara eftir ættum Ísraels. Tit skulu við lutakasti skifta tað til arvalut tykkara og hinna fremmandu, ið millum tykkara búgva, og sum hava fingið børn millum tykkara; tey skulu vera tykkum sum hini innføddu millum Ísraelsmenn; tey skulu fáa arvalut saman við tykkum millum ættir Ísraels. Í teirri ætt har hin fremmandi býr, skulu tit lata hann fáa arvalut hansara sigur Harrin HARRIN. KAPITUL Lutir ættanna, Gávan til Harran, Staðurin og jørð hansara, Stødd staðarins og portur hansara, Hetta eru nøvn ættanna: Við markið fyri norðan fram við Hetlonsvegnum, til yvir ímóti Hamat og Hazar-Enan við landamark Damaskus, móti norðri, fram við Hamat skal Dan hava landið, frá eystursíðuni at havinum Dan ein lut. Fram við landamarki Dans, frá eystursíðuni at vestursíðuni Aser ein lut. Fram við landamarki Asers, frá eystursíðuni at vestursíðuni Naftali ein lut. Fram við landamarki Naftali, frá eystursíðuni at vestursíðuni Manasse ein lut. Fram við landamarki Manasse, frá eystursíðuni at vestursíðuni Efra'im ein lut. Fram við landamarki Efra'ims, frá eystursíðuni at vestursíðuni Ruben ein lut. Fram við landamarki Rubens, frá eystursíðuni at vestursíðuni Juda ein lut. Fram við landamarki Juda frá eystursíðuni at vestursíðuni skal landið liggja, sum tit skulu lata sum gávu til HARRAN; tað skal vera stengur á breidd og á longd sum ein ættarluturin, frá eystursíðuni at vestursíðuni. Mitt í tí skal halgidómurin vera. Landið, ið tit skulu lata til HARRAN sum gávu, skal vera stengur langt og breitt. Av hesi heiløgu gávu skal eitt stykki tilhoyra prestunum, fyri norðan stengur, fyri vestan á breidd fyri eystan á breidd og fyri sunnan á longd; mitt í tí skal halgidómur HARRANS vera. Prestarnir teir, sum halgaðir eru millum eftirkomarar Zadoks, teir, ið aktaðu eftir tí, sum Eg vildi hava aktað eftir, sum ikki viltust, eins og Levitarnir, ta ferðina Ísraelsmenn viltust teir skulu eiga tað sum part av landinum, ið latast skal til HARRAN, sum háheilagt stykki fram við landamarki Levitanna. Fram við landamarki prestanna skulu Levitarnir hava stengur á longd og á breidd; longdin skal tilsamans vera stengur, og breiddin Teir mugu hvørki selja ella skifta um nakað av tí; og hesin frumgróður landsins má ikki ganga yvir til aðrar, tí hann er HARRANUM halgaður. Tær stengurnar, ið av leypa av breiddini fram við hinum skulu ikki vera heilagt land; hetta skal býurin hava til bústaðir og til beiti, og mitt í tí skal býurin vera. Hetta er mál hansara: Norðursíðan skal vera stengur, suðursíðan eystursíðan og vestursíðan Jørð skal liggja til staðin stengur norðureftir, suðureftir, eystureftir og vestureftir. Tað, ið til avlops er av longdini fram við hini heiløgu gávuni, stengur eystureftir og vestureftir skal vera fram við hini heiløgu gávuni grøði tess skal vera teimum til føði, sum í býnum búgva. Fólkið í býnum av øllum ættum Ísraels skal nýta tað. Gávan skal tilsamans vera stengur á longd og á breidd; sum fýrhyrnt stykki skulu tit geva hina heiløgu gávuna tað, sum býurin skal eiga, uppíroknað. Høvdingin skal hava tað, ið av loypur báðumegin hina heiløgu gávuna og av býognini, fram við hinum stengur breiða lutinum at markinum fyri eystan og vestureftir fram við teimum stongunum at markinum fyri vestan, við síðu ættalutanna,* hetta skal tilhoyra høvdinganum, og hin heilaga gávan við hinum heilaga húsinum skal vera mitt ímillum. Tað, ið liggur millum landamark Juda og landamark Benjamins við ogn Levitanna og býognini mitt í skal tilhoyra høvdinganum. Síðani koma hinar ættirnar. Frá eystursíðuni at vestursíðuni skal Benjamin hava ein lut. Fram við landamarki Benjamins, frá eystursíðuni at vestursíðuni Símeon ein lut. Fram við landamarki Símeons, frá eystursíðuni at vestursíðuni Issakar ein lut. Fram við landamarki Issakars, frá eystursíðuni at vestursíðuni Zebulon ein lut. Fram við landamarki Zebulons, frá eystursíðuni at vestursíðuni Gad ein lut. Fram við landamarki Gads á suðursíðuni, fyri sunnan skal markið ganga úr Tamar at Meribavatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav. Hetta er landið, ið tit skulu luta ættum Ísraels sundur til arvalut, og hetta eru lutir teirra sigur Harrin HARRIN. Hetta eru útgongdirnar, ið staðurin hevur: Mál hansara fyri norðan skal vera stengur. Portur staðarins skulu hava navn eftir ættum Ísraels. Trý av teimum skulu vera fyri norðan: Rubensportur, eitt, Judaportur, eitt, Leviportur, eitt. Mál hansara fyri eystan skal vera stengur, og har skal hann hava trý portur: Jósefsportur, eitt, Benjaminsportur, eitt, Dansportur, eitt. Fyri sunnan skal mál hansara vera stengur, og har skal hann hava trý portur: Símeonsportur, eitt, Issakarsportur, eitt, Zebulonsportur, eitt. Fyri vestan skal mál hansara vera stengur, og har skal hann hava trý portur: Gadsportur, eitt, Asersportur, eitt, Naftaliportur, eitt. Allan vegin runt er málið stengur. Og navn staðarins skal frá tí degi vera: HARRIN er har. Ezra KAPITUL Kýrus gevur Ísrael loyvi at fara heimaftur og reisa templið av nýggjum. Fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út anda Kýrusar persarakongs, so hann læt boð ganga út um alt ríki sítt og eisini skrivliga kunngera: ?So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerúsalem í Juda. Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri Gud hansara, hann kann fara til Jerúsalem í Juda og byggja hús HARRANS Guds Ísraels Hann er tann Gud, sum býr í Jerúsalem! Og allastaðni har sum onkur enn er eftir, skal fólkið á staðnum, har hann býr sum fremmandur, veita honum styrk við silvuri og gulli, við góðsi og fæi umframt tað, ið sjálvkravt verður givið til hús Guds í Jerúsalem.? Tá gjørdu teir seg til, ættarhøvdingar Juda og Benjamins og prestarnir og Levitarnir allir teir, hvørja anda Gud vakti og hildu avstað til Jerúsalem at byggja hús HARRANS har. Og øll, ið rundan um teir búðu, hjálptu teimum við silvuríløtum, gulli, góðsi, fæi og virðismiklum gávum umframt alt tað, ið sjálvkravt varð givið. Og Kýrus kongur læt frá sær íløtini úr húsi HARRANS, tey, sum Nebukadnezar hevði flutt burt úr Jerúsalem og sett í hús guds síns; tey læt Kýrus kongur í Persia nú Mitredat skattmeistara fáa, og hann taldi tey og læt tey upp í hendur Sesbazzars,* høvdinga Juda. Talið á teimum var: gullskálir, silvurskálir, offurknívar, gullkannur, silvurkannur av ringari slagi, og onnur íløt. Íløtini av gulli og silvuri vóru tilsamans Alt hetta hevði Sesbazzar við sær, táið hini burturfluttu fóru úr Bábel til Jerúsalem. KAPITUL Listi yvir teir, ið heimaftur fóru. Hetta vóru menninir úr landspartinum,* sum fóru heim úr útlegdini í hinum fremmanda landi; Nebukadnezar bábelskongur hevði herleitt teir til Bábel, men nú fóru teir aftur til Jerúsalem og Juda, hvør til bý sín; teir komu í fylgi við Zerubbabel, Josva, Nehemiasi, Seraja, Re'elaja, Mordokai, Bilsan, Mispar, Bigvai, Rehum og Ba'ana. Talið á monnunum av Ísraelsfólki var: Eftirkomarar Paros: eftirkomarar Sefatja: eftirkomarar Ara: eftirkomarar Pahat-Móabs eftirkomarar Josva og Jóabs -: eftirkomarar Elams: eftirkomarar Zattu: eftirkomarar Zakkai: eftirkomarar Bani: eftirkomarar Bebai: eftirkomarar Azgads: eftirkomarar Adonikams: eftirkomarar Bigvai: eftirkomarar Adins: eftirkomarar Aters frá Ezekiasi -: eftirkomarar Bezai: eftirkomarar Jóra: eftirkomarar Hasums: eftirkomarar Gibbars: ættaðir úr Betlehem: menn úr Netofa: menn úr Anatot: ættaðir úr Azmavet: ættaðir úr Kirjat-Arim, Kefira og Be'erot: ættaðir úr Rama og Geba: menn úr Mikmas: menn úr Betel og Ai: ættaðir úr Nebo: eftirkomarar Magbis: eftirkomarar hins Elams: eftirkomarar Harims: ættaðir úr Lod, Hadid og Ono: ættaðir úr Jeriko: ættaðir úr Sena'a: Prestarnir vóru: Eftirkomarar Jedaja av ætt Josva -: eftirkomarar Immers: eftirkomarar Pashurs: eftirkomarar Harims: Levitarnir vóru: Eftirkomarar Josva og Kadmiels av eftirkomarum Hodavja -: Sangararnir vóru: Eftirkomarar Asafs: Eftirkomarar duravaktaranna vóru: Eftirkomarar Sallums, Aters, Talmons, Akkubs, Hatita og Sobai tilsamans Tempultænararnir vóru: Eftirkomarar Ziha, Hasufa, Tabbaots, Keros, Siaha, Padons, Lebana, Hagaba, Akkubs, Hagabs, Samlai, Hanans, Giddels, Gahars, Reaja, Rezins, Nekoda, Gazzams, Uzza, Pasea, Besai, Asna, Me'unita, Nefusita, Bakbuks, Hakufa, Harhurs, Bazluts, Mehida, Harsa, Barkos, Sisera, Tama, Nezia og Hatifa. Eftirkomarar tænara Sálomos vóru: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Peruda, Ja'ala, Darkons, Giddels, Sefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebajims og Ami. Tempultænararnir og eftirkomarar tænara Sálomos vóru tilsamans Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addan og Immer, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum um teir vóru av Ísrael -: Eftirkomarar Delaja, Tobiasar og Nekoda: Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai hansara, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum. Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum; og landstjórin* segði við teir, at teir máttu ikki eta av hinum háheilaga, fyrrenn prestur við urim og tummim** var komin. Øll samkoman var tilsamans umframt tænarar og arbeiðskonur teirra; tey vóru teir høvdu eisini sangarar og sangarinnur. Hestar teirra vóru múldýrini kamelarnir og eslini Summir ættarhøvdingarnir góvu, táið teir komu til hús HARRANS í Jerúsalem, sjálvkravdar gávur til hús Guds, so tað kundi verða upp aftur bygt, har sum tað hevði staðið; teir góvu eftir førimuni til byggikassan: darikar* í gulli og minur í silvuri, harumframt prestakyrtlar. Bæði prestarnir, Levitarnir, nakað av fólkinum, sangararnir, duravaktararnir og tempultænararnir búsettust í býum sínum, og annars búði alt Ísrael í býum sínum. KAPITUL Brennioffuraltarið. Leyvsalahøgtíðin. Offurtænastan, Grundin verður løgd til templið, Táið sjeyndi mánaður kom Ísraelslmenn búðu nú í býum sínum savnaðist fólkið sum ein maður í Jerúsalem. Og Josva, sonur Józadak, og brøður hansara, prestarnir, Zerubbabel, sonur Sealtiel, og brøður hansara fóru undir at reisa altar Guds Ísraels, til at ofra brennioffur á tí soleiðis sum fyriskrivað er í lóg Mósesar gudsmans. Teir reistu altarið, har sum tað hevði staðið; tí ótti var komin á teir fyri fólkunum, sum í landinum búðu; og teir ofraðu HARRANUM brennioffur á tí, bæði morgun- og kvøldbrennioffur. So hildu teir leyvsalahøgtíðina, soleiðis sum fyriskrivað var, og ofraðu brennioffur, dag eftir dag tað ásetta talið og á tann hátt, sum fyriskrivað var hvønn dag tað, ið til hoyrdi tann dagin. Síðani ofraðu teir hitt dagliga brenniofrið og ofrini, ið hoyrdu til sólkomudagarnar og allar hinar heiløgu høgtíðir HARRANS, somuleiðis øll ofrini, ið onkur sjálvkravdur bar HARRANUM fram. Tann fyrsta í sjeynda mánaði byrjaðu teir at ofra HARRANUM brennioffur; grundin til tempul HARRANS var tá enn ikki løgd. Síðani góvu teir steinhøggarunum og træsmiðunum pening; og monnunum í Zidon og Týrus góvu teir mat, drekka og olju, fyri tað at teir skuldu flyta sedrisvið av Libanon sjóvegin til Joppe, eftir loyvinum, ið Kýrus kongur í Persia hevði givið teimum. Í øðrum mánaði, annað árið eftir at teir vóru komnir til hús Guds í Jerúsalem, fóru teir undir arbeiðið, Zerubbabel, sonur Sealtiel, Josva, sonur Józadak, og hinir brøður teirra, prestarnir, Levitarnir og allir teir, ið komnir vóru úr útlegdini til Jerúsalem; teir settu Levitarnar, frá tjúguáraaldri og uppeftir, at standa fyri arbeiðinum uppá hús HARRANS. Og Josva við sonum og brøðrum sínum, Kadmiel við sonum sínum eftirkomarar Hodavja vórðu allir sum ein settir at standa fyri teimum, ið gjørdu arbeiðið upp á hús Guds, somuleiðis eftirkomarar Henadads og synir og brøður teirra, Levitarnir. Táið teir, ið bygdu, løgdu grundina til tempul HARRANS, stóðu prestarnir í embætisklæðum við lúðrum, og Levitarnir, eftirkomarar Asafs, við skáltrummum til at prísa HARRANUM, soleiðis sum Dávid kongur í Ísrael hevði fyriskrivað. Teir sungu HARRANUM lov og prís, tí Hann er góður, tí náði Hansara móti Ísrael varir í allar ævir; og alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS. Men mangir prestar, Levitar og ættarhøvdingar hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið; men mangir vóru so glaðir, at teir róptu hart av frøi. Og fólkið dugdi ikki at skilja ljóðið av gleðirópunum frá ljóðinum av gráti fólksins, tí fólkið rópti so hart av gleði, at tað hoyrdist langan veg. KAPITUL Mótstøða frá Samverjum, Klagur móti Jødunum, Persarakongurin svarar, Arbeiðið uppá templið steðgar, Táið nú óvinir Juda og Benjamins fingu at frætta, at teir, ið verið høvdu í útlegd, bygdu HARRANUM Gudi Ísraels tempul, komu teir til Zerubbabel og ættarhøvdingarnar og søgdu við teir: ?Loyvið okkum at vera uppi í við tykkum at byggja! Vit søkja jú Gud tykkara eins og tit, og til Hansara hava vit ofrað, líka síðani Asarhaddon assýriakongur livdi, hann, sum flutti okkum higar!? Men Zerubbabel, Josva og hinir ættarhøvdingar Ísraels svaraðu teimum: ?Tað hoyrir ikki til, at tit skulu vera uppi í við okkum at byggja Gudi okkara hús; nei, vit vilja vera einsamallir um at byggja HARRANUM Gudi Ísraels húsið soleiðis sum Kýrus kongur, kongurin í Persia, hevur álagt okkum!? Tá loyptu fólkini, sum í landinum búðu, mótloysi á Judafólk og ræddu teir frá at byggja. Teir leigaðu menn til at leggja ráð ímóti teimum og fáa ætlan teirra at bresta; soleiðis var tilgongdin, so leingi sum Kýrus persarakongur livdi, líka inntil Darius persarakongur tók ríkið. Meðan Ahasverus var kongur, í teirri fyrstu tíðini hann sat við stýrið, skrivaðu teir klagu móti teimum, sum í Juda og Jerúsalem búðu. Meðan Artaxerxes livdi, skrivaðu Bislam, Mitredat, Tabe'el og allir hinir embætisbrøður hansara Artaxerxes kongi í Persia bræv; tað var skrivað við árameiskari skrift og umsett til árameiskt. Rehum ráðharri og Simsai skrivari skrivaðu Artaxerxes kongi bræv móti Jerúsalem; innihaldið kemur her. Teir, ið ta ferðina skrivaðu, vóru Rehum ráðharri, Simsai skrivari og allir hinir embætisbrøður teirra, teir úr Dina, Afarsatka, Tarpela, Persia, Erek, Bábel, Susan, Deha, Elam og hini fólkini, ið hin stóri og navngitni Osnappar flutti burtur og læt búgva í býum Samaria og aðrastaðni í landinum hinumegin Ánna* og so framvegis. Hetta er avskrift av brævinum, ið teir sendu honum Artaxerxes kongi -: ?Tænarar tínir, menninir hinumegin Ánna? og so framvegis. ? Tað veri konginum kunngjørt, at Jødarnir, ið komnir eru haðani frá tær higar til okkara, til Jerúsalem, byggja nú upp aftur henda ónda uppreistrarbý; teir seta múrarnar í stand og væla um grundvøllin. Nú veri tað konginum kunngjørt, at verður hesin býur upp aftur bygdur, og verða múrarnir settir í stand, so lata teir hvørki skatt, toll ella vegpening, og hetta verður at minka um inntøkur konganna. Við tað at vit nú eta salt kongshallarinnar, og tað ikki sømir seg, at vit síggja tapið, ið verður konginum volt, so senda vit nú boð og lata kongin vita hetta, so tú kanst lata hyggja eftir í Krønikubók fedra tína; í henni skalt tú finna og síggja, at hesin býur hevur verið uppreistrarbýur, ið hevur volt kongum og londum skaða, og at teir frá fornari tíð hava gjørt uppreistur har; tí varð eisini hesin býur lagdur í oyði. So lata vit nú kongin vita, at verður hesin býur upp aftur bygdur, og múrarnir settir í stand, so verður úrslitið, at tú einki land fert at eiga longur hinumegin Ánna.? Kongurin sendi nú hetta svar til Rehum ráðharra, Simsai skrivara og allar hinar embætisbrøður teirra, sum búðu í Samaria og aðrastaðni í landinum hinumegin Ánna: ?Friður? og so framvegis. ? Brævið, ið tit sendu okkum, er gjølla lisið fyri mær. Og eftir boði mínum er hugt eftir og funnið, at hesin býur frá fornari tíð hevur sett seg upp móti kongum, og at fráføll og uppreistrar hava verið í honum. Yvir Jerúsalem hava rátt kongar við stórum veldi, sum hava verið harrar yvir øllum landinum hinumegin Ánna, og sum skattur, tollur og vegpeningur hevur verið latin til. Gevið tí nú boð um at steðga hesum monnum, so hesin býur verður ikki upp aftur bygdur, fyrrenn boð kemur frá mær! Og varðið tykkum væl, at einki verður ógjørt hesum viðvíkjandi, so ikki skaðin verður størri, og kongarnir koma at missa!? Við tað sama sum avskriftin av hesum brævi frá Artaxerxes kongi var lisin fyri Rehum, Simsai skrivara og embætisbrøðrum teirra, skundaðu teir sær til Jødarnar í Jerúsalem og noyddu teir við valdi at steðga arbeiðinum. So kom steðgur í arbeiðið upp á hús Guds í Jerúsalem, og tað stóð stilt, líka inntil annað árið ið Darius persarakongur sat við stýrið. KAPITUL Arbeiðið upp á templið byrjað av nýggjum, Landstjórin skrivar til persarakongin um hetta, Men profetarnir Haggai profetur og Zakarias, sonur Iddo profeteraðu fyri Jødunum í Juda og Jerúsalem; í navni Ísraels Guds profeteraðu teir fyri teimum. Tá fóru teir undir at byggja hús Guds í Jerúsalem Zerubbabel, sonur Sealtiel, og Josva, sonur Józadak; og profetar Guds vóru við teimum og hjálptu teimum. Men so komu Tatnai, sum var landstjóri hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður teirra til teirra og søgdu so við teir: ?Hvør hevur sagt við tykkum at byggja hetta tempul og seta henda múr í stand?? Vit søgdu teimum tá, hvussu menninir itu, sum stóðu fyri byggingini. Men eyga Guds vakti yvir hinum elstu Jødanna, so teir* forðaðu teimum ikki at byggja, fyrrenn málið var komið fyri Darius, og teir høvdu fingið bræv frá honum um hetta. Hetta er avskrift av brævinum, ið Tatnai, landstjórin hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður hansara, Afarsakitar, ið hinumegin Ánna búðu, sendu Dariusi kongi tí teir sendu honum bræv, og í tí stóð: ?Dariusi kongi ynskja vit allan frið. Tað veri konginum kunngjørt, at vit fóru til landspartin Juda, til hús hins stóra Guds; tað verður nú bygt av stórum steinum, bjálkar verða lagdir í veggirnar, og arbeiðið verður gjørt við íðinskapi, so væl líður eftir hjá teimum. Vit spurdu tá hinar elstu har søgdu soleiðis við teir: ?Hvør hevur sagt við tykkum at byggja hetta tempul og seta henda múr í stand?? Vit spurdu teir eisini, hvussu teir itu, so vit kundu lata teg vita tað og skriva tær upp nøvn mannanna, ið eru oddamenn teirra. Og hetta var svarið, ið teir góvu okkum: ?Vit eru tænarar Hansara, sum er Gud himmals og jarðar; og vit byggja upp aftur húsið, sum longu fyri mongum árum síðani var bygt her; stórur kongur í Ísrael bygdi tað og fullførdi tað. Men aftur fyri at fedrar okkara eggjaðu Gud Himmalsins til vreiði, gav Hann teir í hendur Nebukadnezars Kaldeara, kongsins í Bábel; og hann legði hetta hús í oyði og flutti fólkið til Bábel. Men fyrsta árið ið Kýrus kongur í Bábel sat við stýrið, gav Kýrus kongur boð um, at hetta gudshús skuldi verða upp aftur bygt. Kýrus kongur læt eisini gull- og silvuríløtini úr húsi Guds, sum Nebukadnezar hevði tikið úr templinum í Jerúsalem og flutt til templið í Bábel hann læt taka tey úr templinum í Bábel, og tey vóru latin einum upp í hendur, sum æt Sesbazzar, og sum hann hevði sett til landstjóra. Og hann segði við hann: ?Tak hesi íløt og far avstað og set tey inn í templið í Jerúsalem! Og lat hús Guds verða upp aftur bygt, har sum tað stóð áður!? Hesin Sesbazzar kom so og legði grundina til hús Guds í Jerúsalem; síðani tá og líka til henda dag hava teir fingist við at byggja tað, men tað er ikki liðugt enn.? Um tí líkar konginum, so lat leita í skattkamari kongsins her í Bábel, um so er, at Kýrus kongur hevur givið boð um at byggja hetta gudshús í Jerúsalem og so letur kongurin okkum vita vilja sín í hesum máli.? KAPITUL Tað, ið Kýrus hevði skrivað viðvíkjandi templinum, funnið, Darius svarar landstjóranum, Templið fullført og vígt, Páskirnar, Tá gav Darius kongur boð um, at leitað skuldi verða í skattkamarinum, har sum í Bábel øll skjølini vórðu goymd. Og í borgini Ameta í landspartinum Media funnu teir bókrullu, sum soleiðis var skrivað í: ?Til áminningar. Fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið, gav Kýrus kongur hetta boð: ?Hús Guds í Jerúsalem, hetta hús skal verða upp aftur bygt, so tað verður stað, har offur kunnu berast fram; tað skal grundast av nýggjum, og tað skal vera alin høgt og alin breitt, við trimum løgum av stórum steinum og einum lagi av nýggjum viði; og tað, ið tað kostar, skal verða latið úr kongshøllini. Gull- og silvuríløtini úr húsi Guds, tey, sum Nebukadnezar tók úr templinum í Jerúsalem og flutti til Bábel, skulu eisini verða latin aftur, so tey koma aftur í templið í Jerúsalem, har sum tey eiga at vera tey skulu setast í hús Guds.?? ?Tí skulu tit Tatnai landstjóri hinumegin Ánna, og Setar-Boznai við embætisbrøðrum tykkara, Afarsakitar, ið hinumegin Ánna búgva tit skulu halda tykkum burtur haðani! Latið arbeiðið uppá hetta gudshús ganga og forðið tí ikki! Latið landstjóra Jødanna og hinar elstu teirra byggja hetta gudshús, har sum tað stóð áður! Og eg havi givið boð um, hvussu tit skulu vera við hesar hinar elstu Jødanna, so hetta gudshús kann verða bygt: Av inntøkum kongsins av skattum úr landinum hinumegin Ánna skal kostnaðurin og tað hvørt vet verða latin til hesar menn, so steðgur kemur ikki í arbeiðið. Og tað, ið teimum tørvar av ungtarvum, veðrum og lombum, til brennioffur til Gud Himmalsins, og hveiti, salt, vín og olja, skal verða givið teimum dag eftir dag tað má ikki verða gloymt í tí nøgd, sum prestarnir í Jerúsalem siga til so teir kunnu bera fram offur, Gudi Himmalsins til góðan anga, og biðja fyri lívi kongsins og sona hansara. Eg havi eisini givið boð um, at um onkur ger ímóti hesi fyriskipan, skal bjálki verða brotin úr húsi hansara, og á hann skal hann verða hongdur og negldur fastur; og hús hansara skal verða gjørt til skarndunga, aftur fyri at hann bar seg so at. Tann Gud, sum hevur latið navn Sítt búgva har, slái niður allar kongar og øll fólk, ið rætta út hondina til at gera móti hesum boði og til at oyða hetta gudshús í Jerúsalem! Eg, Darius, havi givið hetta boð; í einum og øllum skal verða gingið eftir tí!? Tatnai landstjóri hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður teirra gjørdu tá í einum og øllum soleiðis, sum Darius kongur hevði givið teimum boð um. Hinir elstu Jødanna hildu so á at byggja, og væl leið eftir hjá teimum, soleiðis sum Haggai profetur og Zakarias, sonur Iddo, profeteraðu; teir bygdu og fullførdu verkið, eftir boði Ísraels Guds og eftir boði Kýrusar, Dariusar og Artaxerxes persarakongs. So varð nú templið heilt liðugt, tann triðja í adar mánaði, sætta árið ið Darius kongur sat við stýrið. Ísraelsmenn prestarnir, Levitarnir og hinir, ið heim vóru komnir úr útlegdini hildu nú høgtíð og vígdu hetta gudshús við gleði. Teir ofraðu, táið teir vígdu hetta gudshús, tarvar, veðrar og lomb, og sum syndoffur fyri alt Ísrael bukkar eftir tali ætta Ísraels. Og teir innsettu prestarnar eftir flokkum teirra og Levitarnar eftir deildum teirra til at standa fyri gudstænastuni í Jerúsalem, soleiðis sum fyriskrivað var í Mósebók. Tey, ið heim vóru komin úr útlegdini, hildu so páskir tann fjúrtanda í fyrsta mánaði. Tí prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg og vóru reinir, allir sum ein; og teir drópu páskalambið fyri øll tey, ið heim vóru komin úr útlegdini, fyri brøður sínar prestarnar og fyri seg sjálvar. So ótu tey tað, bæði tey, ið heimaftur vóru komin úr útlegdini, og øll tey, ið høvdu skilt seg frá heidningum landsins og óreinsku teirra og vóru gingin í flokk við tey til at søkja HARRAN Gud Ísraels. Tey hildu tá høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini við gleði í sjey dagar; tí HARRIN hevði glett tey og vent hjarta assýriakongs til teirra, so hann styðjaði teir í arbeiðinum uppá hús Guds, Guds Ísraels. KAPITUL Ezra kemur úr Bábel til Jerúsalem, Bræv kongsins um hetta, Ezra lovar Gudi, Nakað eftir hetta meðan Artaxerxes persarakongur sat við stýrið fór Ezra, sonur Seraja, son Azarja, son Hilkia, son Sallum, son Zadok, son Ahitub, son Amarja, son Azarja, son Merajot, son Zeraja, son Uzzi, son Bukki, son Abisua, son Pinehas, son Eleazar, son Áron høvuðsprest hesin Ezra fór heim úr Bábel. Hann var skriftlærdur maður, kunnigur við Móselóg, hana, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið. Og við tað at HARRIN Gud hansara helt hond Sína yvir honum, læt kongurin hann fáa alt, ið hann bað um. Nakrir av Ísraelsmonnum og av prestunum, Levitunum, sangarunum, duravaktarunum og tempultænarunum fóru við honum til Jerúsalem, sjeynda árið ið Artaxerxes kongur sat við stýrið. Í fimta mánaði kom hann til Jerúsalem tað var sjeynda árið, ið kongurin sat við stýrið. Tí tann fyrsta í fyrsta mánaði gjørdi hann av at fara úr Bábel, og tann fyrsta í fimta mánaði kom hann til Jerúsalem við tað at Gud hansara helt góðu hond Sína yvir honum. Tí Ezra hevði vent hjarta sínum til at granska í lóg HARRANS og gera eftir henni og til at læra onnur í Ísrael lóg og rætt. Hetta er avskrift av brævinum, ið Artaxerxes kongur fekk Ezra presti, hinum skriftlærda, sum var kunnigur við boðini og lógirnar, ið HARRIN hevði givið Ísrael: ?Artaxerxes, kongur konganna til Ezra prest, hann, sum er fulllærdur í lóg Guds Himmalsins? og so framvegis. ? Eg havi givið boð um, at hvør tann av Ísraelsfólki og av prestum og Levitum teirra, sum er í ríki mínum, og sum hevur hug at fara til Jerúsalem, kann fara við tær, við tað at tú ert sendur av konginum og hinum sjey ráðgevarum hansara til at granska viðurskiftini í Juda og Jerúsalem eftir lóg Guds tíns, sum tú hevur í hondum og til at flyta hagar silvurið og gullið, sum kongurin og ráðgevarar hansara sjálvkravdir hava givið Gudi Ísraels Honum, sum hevur bústað Sín í Jerúsalem og somuleiðis alt tað silvur og gull, ið tú kanst fáa í øllum landspartinum Bábel, og tær sjálvkravdu gávur, ið fólkið og prestarnir vilja lata til hús Guds síns í Jerúsalem. Tí skalt tú fyri henda pening sum ærligur maður keypa tarvar, veðrar og lomb við matofrunum og drykkjuofrunum, ið til hoyra, og tú skalt ofra hetta á altarinum í húsi Guds tykkara í Jerúsalem. Og tað, ið eftir verður av silvurinum og gullinum, við tað skulu tú og brøður tínir gera, sum tykkum tykir best eftir vilja Guds tykkara. Men íløtini, ið tú hevur fingið til tænastuna í húsi Guds tíns, skalt tú lata frá tær fyri ásjón Guds Jerúsalems. Tað, ið tú annars kemur undir at gjalda sum neyðugt er at lata til hús Guds tíns skalt tú lata gjalda úr skattkamari kongsins. Eg, Artaxerxes kongur, gevi hervið øllum skattmeistarum hinumegin Ánna boð um, at alt, ið Ezra prestur, hin skriftlærdi, sum kennir lóg Guds Himmalsins, biður tykkum um, skal latast, áðrenn hálvtalað er orðið líka inntil talentir av silvuri, kor av hveiti, bat av víni og salt ómált. Alt tað, ið Gud Himmalsins gevur boð um, má verða lagt sær eina við at gera fyri hús Guds Himmalsins, so ikki vreiði kemur yvir ríki kongsins og sona hansara. Tað veri tykkum kunngjørt, at eingin skal hava rætt at leggja skatt, toll ella vegpening á prestar, Levitar, sangarar, duravaktarar, tempultænarar ella nakran annan, ið hevur tænastu við hetta gudshús. Og tú, Ezra, skalt eftir vísdóminum, ið tú hevur fingið frá Gudi tínum innseta dómarar og lógkønar at døma alt fólkið hinumegin Ánna, øll tey, ið kenna lóg Guds tíns; og kennir onkur hana ikki, skulu tit læra hann hana. Er onkur, sum ger ikki eftir lóg Guds tíns og eftir lóg kongsins, yvir hann skal í rættvísi fellast dómur, tað veri nú til deyða, útlegd, peningabót ella fangahús.? Lovaður veri HARRIN Gud fedra okkara, sum gav kongi slíkt í hjarta, so hús HARRANS í Jerúsalem kundi verða prýtt, og sum læt meg finna náði hjá kongi og ráðgevarum hansara og hjá øllum hinum mætu høvdingum kongs! Eg kendi meg sterkan, við tað at HARRIN Gud mín helt hond Sína yvir mær, og eg fekk savnað saman nakrar av høvdingum Ísraels til at fara heim við mær. KAPITUL Listi yvir teir, ið fóru heim við Ezra, Ymiskt, Ezra kemur til Jerúsalem, Hetta vóru ættarhøvdingarnir, ið komu við mær heim úr Bábel, meðan Artaxerxes kongur sat við stýrið teir verða her roknaðir upp eftir ættum sínum -: Av eftirkomarum Pinehasar Gersom; av eftirkomarum Itamars Dániel; av eftirkomarum Dávids Hattus; av eftirkomarum Sekanja av eftirkomarum Paros Zakarja, og við honum mans, sum vóru uppskrivaðir í ættarbók; av eftirkomarum Pahat-Móabs Eljoenai, sonur Zeraja, og við honum mans; av eftirkomarum Sekanja sonur Jehaziel, og við honum mans; av eftirkomarum Adins Ebed, sonur Jónatan, og við honum mans; av eftirkomarum Elams Jesaja, sonur Atalja, og við honum mans; av eftirkomarum Sefatja Zebadja, sonur Mikael, og við honum mans; av eftirkomarum Jóabs Obadja, sonur Jehiel, og við honum mans; av eftirkomarum Selomits sonur Josifja, og við honum mans; av eftirkomarum Bebai Zakarja, sonur Bebai, og við honum mans; av eftirkomarum Azgads Jóhanan, sonur Hakkatan, og við honum mans; av eftirkomarum Adonikams nakrir, ið komu seinni teir itu Elifelet, Je'uel og Semaja og við teimum mans; av eftirkomarum Bigvai Utai og Zabbud, og við teimum mans. Eg savnaði teir saman við ánna, sum rennur í Ahava, og vit reistu tjøldini og lógu har tríggjar dagar. Men táið eg hugdi gjøllari at fólkinum og prestunum, fann eg ongar Levitar har. Eg sendi tí boð eftir Eliezer ættarhøvdinga, Ariel, Semaja, Elnatan, Jarib, Elnatan, Natan, Zakarja og Mesullam og eftir lærarunum Jójarib og Elnatan. Teir sendi eg til Iddo høvdinga í Kasifja og legði teimum orð í munnin, sum teir skuldu yvirtala Iddo og brøður hansara við tempultænararnar í Kasifja til at senda okkum tænarar til hús Guds okkara. Og við tað at Gud okkara helt góðu hond Sína yvir okkum, sendu teir okkum skilagóðan mann, ið æt Serebja, eftirkomara Mali, son Levi, son Ísrael hann og synir og brøður hansara, tilsamans eisini Hasabja og við honum Jesaja av eftirkomarum Merari, og brøður hansara og synir teirra, tilsamans, og av tempultænarunum, sum Dávid og høvdingarnir høvdu givið Levitunum til tænarar, mans, sum allir vóru nevndir við navni. So læt eg har við ánna Ahava boða føstu, at vit skuldu eyðmýkja okkum fyri ásjón Guds okkara og biðja Hann lata eydnuna vera við okkum og børnum okkara og øllum, ið vit áttu, á ferðini. Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: ?Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl; men máttur og vreiði Hansara eru yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið.? Vit fastaðu tá og bóðu Gud okkara um hjálp, og Hann bønhoyrdi okkum. Síðani valdi eg út tólv av prestahøvdingunum og Serebja og Hasabja og tíggju av brøðrum teirra; teimum vigaði eg út silvurið, gullið og íløtini gávuna til hús Guds okkara, sum kongur, ráðgevarar og høvdingar hansara og allir Ísraelsmenn, ið har búðu, høvdu latið; eg vigaði teimum út talentir av silvuri, silvuríløt, sum vóru talentir í virði, talentir av gulli, gullkannur, sum vóru darikar í virði, og íløt av fínum, skínandi kopari, sum var at meta javnt við gull í virði. Og eg segði við teir: ?Tit eru halgaðir HARRANUM, og íløtini eru halgað Honum, og silvurið og gullið eru sjálvkravd gáva til HARRAN Gud fedra tykkara. Vakið tí yvir hesum og ansið eftir tí, inntil tit fáa vigað tað út í Jerúsalem, í kømurum húss HARRANS, fyri eygum prestahøvdinganna, Levitanna og ættarhøvdinga Ísraels!? Prestarnir og Levitarnir tóku tá við silvurinum, gullinum og íløtunum hesum, ið vigað var til at flyta tað til Jerúsalem, til hús Guds okkara. Síðani hildu vit avstað frá ánni Ahava, tann tólvta í fyrsta mánaði, til at fara til Jerúsalem; og Gud okkara helt hond Sína yvir okkum, so Hann frelsti okkum undan hondum fígginda og slíkra, sum lógu og lúrdu eftir okkum á vegnum. Táið vit vóru komnir til Jerúsalem, hvíldu vit okkum har tríggjar dagar. Men fjórða dagin vórðu silvurið, gullið og íløtini vigað í húsi Guds okkara og latin upp í hendur Merimots prests, sonar Uria; saman við honum var Eleazar, sonur Pinehas, hjástaddur og tók ímóti, og somuleiðis Levitarnir Józabad, sonur Josva, og Noadja, sonur Binnui. Alt varð latið eftir tali og vekt, og øll vektin varð samstundis uppskrivað. Hinir burtfluttu, ið heimaftur vóru komnir úr útlegdini, ofraðu nú Gudi Ísraels brennioffur; teir ofraðu tarvar fyri alt Ísrael veðrar, lomb og syndoffurbukkar alt samalt sum brennioffur til HARRAN. So fluttu teir jøllum kongsins og landstjórunum hinumegin Ánna boð kongsins. Hesir veittu tá fólkinum og húsi Guds dugnað. KAPITUL Ezra fær at vita, at fólkið er Harranum ótrútt, Hann gremur seg í bøn, Men táið alt hetta var gjørt, komu høvdingarnir til mín og søgdu: ?Hvørki fólkið í Ísrael ella prestarnir og Levitarnir hava hildið seg fráskildar frá fólkum landanna, soleiðis sum viðurstygdir teirra áttu at fingið teir at gjørt frá Kána'anitum, Hetitum, Perizitum, Jebusitum, Ammonitum, Móabitum, Egyptum og Amoritum. Nei, teir hava tikið sær og sonum sínum konur av døtrum teirra, og soleiðis hevur hin heilaga ættin blandað seg við fólk landanna og høvdingarnir og yvirmenninir hava verið undangongumenn í hesum trúloysi!? Táið eg hoyrdi hetta, skræddi eg kyrtil og kappa mín, roytti hár av høvdinum og úr skegginum og fekk ikki orðið upp fyri sorg. Tá savnaðust teir hjá mær, allir teir, ið óttaðust tað, sum Gud Ísraels hevði talað móti trúloysi teirra, sum høvdu verið í útlegd; og eg sat, líka inntil kvøldofrið skuldi verða borið fram, og fekk ikki orðið upp fyri sorg. Men táið kvøldoffurtíðin var komin, reistist eg, haðani sum eg sat og syrgdi, og skræddi kyrtil og kappa mín; síðani fall eg á knæ, rætti út hendurnar til HARRAN Gud mín og segði: ?Gud mín! Eg skammist og smæist at lyfta upp andlitið móti Tær, Gud mín! Tí misgerðir okkara eru vaksnar okkum yvir høvdið, og skuld okkara er vorðin so stór, at hon røkkur til himmals! Líka frá teirri tíð ið fedrar okkara livdu og til henda dag, hevur stór skyld hvílt á okkum, og aftur fyri misgerðir okkara hava vit og kongar og prestar okkara verðið givin fremmandum kongum í hendur, til svørð og útlegd, rán og vanæru sum í dag gevur at bíta! Men nú hevur HARRIN Gud okkara eina lítla stund latið náði falla okkum í lut, so Hann hevur latið okkum havt eftir eina leivd, ið undansloppin er, og givið okkum fótafesti á heilaga staði Sínum, so Gud okkara kundi lata eygu okkara lýsa og geva okkum eitt sindur av nýggjari lívsmegi í trældómi okkara. Tí trælir eru vit; men Gud okkara hevur ikki vent okkum bakið í trældómi okkara, nei, Hann hevur latið okkum funnið náði hjá kongunum í Persia, so teir góvu okkum nýggja lívsmegi til at byggja upp hús Guds okkara og reisa aftur toftir tess, og góvu okkum bústað við garði rundanum í Juda og Jerúsalem. Men, Gud okkara, hvat skulu vit nú siga eftir alt hetta! Tí vit hava vent boðum Tínum bakið, teimum, ið Tú gavst við tænarum Tínum profetunum, táið Tú segði: ?Landið, ið tit fara inn í og skulu taka í ogn, er eitt, sum er dálkað av óreinsku hinna fremmandu tjóða og av viðurstygdunum, ið tær í óreinsku síni hava fylt tað við úr enda í enda. Tí mugu tit ikki geva sonum teirra døtur tykkara, ei heldur taka sonum tykkara døtur teirra til konur, og tit mugu aldri stevna eftir vælferð og lukku teirra so tit kunnu verða sterkir og sleppa at eta av tí góða, sum í landinum er, og lata børn tykkara fáa tað í ogn allar ævir.? Og eftir alt tað, ið yvir okkum er komið aftur fyri óndu gerðir okkara og stóru skyld okkara og tá hevur Tú, Gud okkara, straffað okkum nógv minni, enn vit hava uppiborið fyri misgerðir okkara, og givið okkum slíkan flokk av undanslopnum! skulu vit tá nú uppaftur bróta boð Tíni og svága okkum við fólk, sum fáast við slíkar viðurstygdir! Fert Tú ikki tá at verða so illur við okkum, at Tú gert heilt enda á okkum, og eingin verður, sum bjargast ella sleppur undan! HARRI Gud Ísraels! Tú ert rættvísur; tí vit eru bert ein leivd eftir, sum undansloppin er sum í dag gevur at bíta! Hygg, vit eru nú her fyri ásjón Tíni í syndaskuld okkara, tí eftir hetta, ið nú hevur hent, kann eingin verða standandi fyri Tær!? KAPITUL Ótrúskapurin bøttur, Nøvn hinna seku, Sum nú Ezra bað og játtaði, har hann lá grátandi framman fyri hús Guds, savnaðist hjá honum ógvuliga stórur skari av Ísraelsmonnum, menn, kvinnur og børn; tí fólkið græt so sáran. Tá tók Sekanja, sonur Jehiel, av eftirkomarum Olams, til orða og segði við Ezra: ?Vit hava verið trúleysir móti Gudi okkara og tikið til konur fremmandar kvinnur av fólkunum her í landinum; tó er ikki enn øll vón úti fyri Ísrael í hesum máli. Lat okkum tí nú gera sáttmála við Gud okkara um at reka burtur allar hesar kvinnur og børn teirra, soleiðis sum Harrin vil tað, og teir menn, ið biva fyri boði Guds okkara lat verða gjørt eftir lógini! Reis teg! Tað er jú tú, sum mást fáa hetta í lag; og vit skulu hjálpa tær ver hugreystur og far undir tað!? Tá reistist Ezra; og hann læt presta- og levitahøvdingarnar og allar høvdingar Ísraels gera eið uppá, at teir skuldu gera, sum sagt var; teir gjørdu tá eiðin. So reistist Ezra og fór, haðani sum hann hevði verið, framman fyri hús Guds, inn í kamar Jóhanans, sonar Eljasibs. Og táið hann var komin hagar, kundi hann hvørki leska vátt ella turt, so stór var sorg hansara um trúloysi teirra, sum høvdu verið í útlegd. Síðani lótu teir boð ganga um Juda og Jerúsalem til allar teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, at teir skuldu koma saman í Jerúsalem. Og ein og hvør, sum ikki kom innan tríggjar dagar, soleiðis sum høvdingarnir og hinir elstu høvdu gjørt av, allur eigindómur hansara skuldi bannlýsast, og sjálvur skuldi hann verða rikin úr samkomu teirra, sum høvdu verið í útlegd. Allir menn Juda og Benjamins komu tá saman í Jerúsalem triðja dagin; tað var tann tjúgunda í níggjunda mánaði. Alt fólkið sat á plássinum við hús Guds, og bæði hetta, ið hent hevði, og ælini gjørdu, at teir skulvu. Nú reistist Ezra prestur og segði við teir: ?Tit hava borið tykkum trúleyst at við at taka fremmandar kvinnur til konur; tit hava við hesum økt um skyld Ísraels. Játtið tað tí nú fyri HARRANUM Gudi fedra tykkara, og gerið vilja Hansara skiljið tykkum frá fólkunum í landinum og frá hinum fremmandu kvinnum!? Alt fólkið svaraði við harðari rødd: ?Ja, sum tú hevur sagt, so er skylda okkara at gera! Men fólkið er nógv, og nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi úti her; og hetta er ikki arbeiði, ið verður gjørt eftir einum degi ella tveimum, við tað at vit eru mangir, sum hava syndað í hesum. Lat tí høvdingar okkara stíga fram fyri alt fólkið, og lat allar teir í býum okkara, sum hava tikið fremmandar kvinnur til konur, koma, hvønn ta tíð, ið honum er sett, saman við hinum elstu og dómarunum í hvørjum býi, inntil vit hava fingið vent brennandi vreiði Guds okkara burtur frá okkum viðvíkjandi hesum máli!? Bert Jónatan, sonur Asael, og Jazeja, sonur Tikva, settu seg ímóti hesum, og Mesullam og Sabbetai Levitur styðjaðu teir. Teir, sum høvdu verið í útlegd, gjørdu tá, sum sagt var. Teir valdu Ezra prest og nakrar menn, sum vóru ættarhøvdingar, og sum allir vóru nevndir við navni; hesir komu saman tann fyrsta í tíggjunda mánaði at granska málið; og áðrenn tann fyrsta í fyrsta mánaði vóru teir lidnir við allar menninar, ið høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur. Millum prestasynirnar funnust hesir, sum høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur: Av eftirkomarum Josva, sonar Józadaks, og av brøðrum hansara: Ma'aseja, Eliezer, Jarib og Gedalja; teir lovaðu við handtaki, at teir skuldu reka konurnar frá sær og ofra veðr úr fylginum sum skyldoffur fyri skyldina, ið teir høvdu drigið oman yvir seg. Av eftirkomarum Immers: Hanani og Zebadja; av eftirkomarum Harims: Ma'aseja, Elia, Semaja, Jehiel og Uzzia; av eftirkomarum Pashurs: Eljoenai, Ma'aseja, Ísmael, Netanel, Józabad og Elasa. Av Levitunum: Józabad, Sime'i, Kelaja tað er Kelita Petaja, Juda og Eliezer. Av sangarunum: Eljasib. Av duravaktarunum: Sallum, Telem og Uri. Av hinum Ísrael: Av eftirkomarum Paros: Ramja, Jizzija, Malkija, Mijamin, Eleazar, Malkija og Benaja; Av eftirkomarum Elams: Mattanja, Zakarja, Jehiel, Abdi, Jeremot og Elia; av eftirkomarum Zattu: Eljoenai, Eljasib, Mattanja, Jeremot, Zabad og Aziza; av eftirkomarum Bebai: Jóhanan, Hananja, Zabbai og Atlai; av eftirkomarum Bani: Mesullam, Malluk, Adaja, Jasub, Seal og Jeremot; av eftirkomarum Pahat-Móabs: Adna, Kelal, Benaja, Ma'aseja, Mattanja, Bezalel, Binnui og Manasse; av eftirkomarum Harims: Eliezer, Jissija, Malkija, Semaja, Símeon, Benjamin, Malluk og Semarja; av eftirkomarum Hasums: Mattenai, Mattatta, Zabad, Elifelet, Jeremai, Manasse og Sime'i; av eftirkomarum Bani: Ma'adai, Amram, Uel, Benaja, Bedeja, Keluhi, Vanja, Meremot, Eljasib, Mattanja, Mattenai, Ja'asu, Bani, Binnui, Sime'i, Selemja, Natan, Adaja, Maknadbai, Sasai, Sarai, Azarel, Selemja, Semarja, Sallum, Amarja og Jósef; av eftirkomarum Nebos: Je'iel, Mattitja, Zabad, Zebina, Jaddu, Jóel og Benaja. Allir hesir høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur, og av konunum høvdu summar átt børn. Bræv Paulusar til Filemon Forbøn fyri Onesimusi, burtrýmda træli Filemons, sum Paulus hevði leitt til trúgv og nú sendi aftur til harra hansara. Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, og samkomuna í húsi tínum. Náði veri við tykkum og friður, frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Eg takki Gudi mínum, altíð táið eg minnist teg í bønum mínum, við tað at eg hoyri um kærleika tín og trúnna, ið tú hevur til Harran Jesus og øll hini heiløgu fyri at felagsskapur tín í trúnni kann verða virksamur fyri Kristus í hinum fulla kunnleika um alt hitt góða, sum í tykkum er. Tí stóra gleði og troyst havi eg fingið av kærleika tínum, við tað at hjørtu hinna heiløgu eru lívgað av tær, bróðir! Tóat eg við miklum dirvi í Kristusi kundi givið tær boð um tað, sum tú eigur at gera, biði eg tó heldur, fyri kærleikans skuld, soleiðis sum eg eri, gamli Paulus nú eisini fangi Krists Jesu eg biði teg fyri syni mínum, Onesimusi, sum eg havi fingið í leinkjum mínum, honum, sum áður var tær ?óhentur?, men nú er bæði tær og mær ?hentur?* honum, sum eg nú sendi tær aftur. Tak ímóti honum tað er mítt egna hjarta! Eg hevði havt hug at latið hann verðið her hjá mær, so hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum, sum eg beri fyri evangeliið; men eg vildi einki gera uttan samtykki títt, fyri at góðska tín skal ikki vera eins og av noyðslu, men av fríum vilja. Tí kanska hann júst tí varð skildur frá tær lítla stund, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn, ikki sum træl longur, men sum meir enn træl, sum elskaðan bróður. Tað er hann mær á serligan hátt, og hvussu mikið meiri tá ikki tær bæði í holdinum og í Harranum! So satt sum tú tí roknar meg fyri sambróður tín, so tak ímóti honum sum ímóti mær! Hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, so skriva tað á rokning mína! Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond: Eg skal gjalda tað fyri at eg skal ikki siga við teg, at tú skyldar mær enntá teg sjálvan! Ja, bróðir, ver mær ?hentur? í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristusi! Í áliti á lýdni tínum skrivi eg til tín, vísur í, at tú gert enntá meir enn tað, sum eg sigi. So skalt tú eisini gera mær herbergi til reiðar; tí eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin. Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær, somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas ið gera sama verk sum eg. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við anda tykkara! Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi KAPITUL Tøkk fyri samkomuna og bøn fyri henni, Støða evangeliums í Róm. Paulus hevur álit viðvíkjandi lagnu síni, Áminning um sameint at berjast við mótstøðumenninar, Lívið er Paulusi Kristus, og deyðin vinningur, v. Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu til øll hini heiløgu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru, við umsjónarmonnum og samkomutænarum. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg minnist tykkum; og í hvørji bøn míni biði eg altíð fyri tykkum øllum við gleði. Eg takki Honum fyri, at tit, líka frá fyrsta degi og til nú, hava havt samfelag við meg í arbeiðinum fyri evangeliið. Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists. Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið tit hava jú øll part við mær í náðini. Tí Gud er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við hjartalagi Krists Jesusar. Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti, so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt til dag Kristusar, fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov. Eg vil, at tit skulu vita, brøður, at tað, sum mær hevur verið fyri, hevur heldur verið evangeliinum til frama; tí harvið er vorðið allari lívvaktini og øllum hinum skilligt, at tað er fyri Kristusar skuld, eg eri í leinkjum; og hinir flestu av brøðrunum hava við leinkjum mínum í áliti á Harranum fingið enn meiri dirvi at tala orð Guds óttaleysir. Víst eru eisini nakrir, sum prædika Kristus av øvund og hugi til stríð; men aðrir gera tað tó av góðum vilja. Hesir gera tað av kærleika, vitandi, at eg eri settur at verja evangeliið; men hinir prædika Kristus av trætisjúku, ikki av reinum huga, men í teirri hugsan at leggja trongd aftrat leinkjum mínum. Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, ið hvussu er, veri tað nú fyri eitt eiti ella av sonnum, og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg; tí eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu við bøn tykkara og hjálp frá Anda Jesu Krists. Tað er tráan og vón mín, at eg í ongum skal verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, so nú við, skal við øllum dirvi verða dýrmettur í likami mínum, veri tað nú við lívi ella við deyða. Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur. Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja, men standi ivasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí tað var mangan, mangan betri; men at verða verandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld. Og við tað at eg eri vísur í hesum, veit eg, at eg skal liva og verða verandi hjá tykkum øllum, tykkum til frama og gleði í trúnni, fyri at rós tykkara í Kristi Jesusi kann verða í yvirflóð við mær, táið eg komi til tykkara aftur. Bert skulu tit liva lív tykkara, sum hóskandi er evangelii Kristusar, fyri at eg, um eg nú komi og síggi tykkum, ella eg eri fráverandi, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda, so tit við eini sál berjast saman fyri trúnni á evangeliið og í ongum lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum tað er teimum merki um undirgang, men tykkum um frelsu, og tað frá Gudi. Tykkum varð jú givið fyri Kristusar skuld ikki bert at trúgva á Hann, men eisini at líða fyri Hansara skuld tit hava jú sama stríð, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg. KAPITUL Áminning um at semjast og avnokta seg sjálvan eftir fyridømi Kristusar og um álvara í arbeiðinum, frelsuni viðvíkjandi, Paulus gevur Timoteusi og Epafroditusi viðmæli, Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn, so gerið gleði mína fullkomna at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan, einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv, og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til! Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds; nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur. Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan. Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd. Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan uppá frelsu tykkara! Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum. Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast, so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum og halda fram orð lívsins, mær til rós á degi Kristusar at eg havi ikki runnið til einkis, ei heldur arbeitt til einkis. Um eg tá verði ofraður undir ofringini av trúgv tykkara og tænastuni fyri hana, so gleðist eg, og gleðist saman við tykkum øllum. Á sama hátt skulu eisini tit gleðast, og gleðast saman við mær. Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við. Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við; allir søkja teir sítt egna, ikki tað, sum Kristi Jesusi hoyrir til. Men roynda trúskap hansara kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum. Hann vóni eg tá at fáa sent, við tað sama sum eg fái at síggja, hvussu við mær verður. Og eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt. Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni. Tí honum longdist eftir tykkum øllum, og hann hevði ongan frið á sær, av tí at tit høvdu hoyrt, at hann var sjúkur. Hann var eisini sjúkur og deyðsjúkur; men Gud miskunnaði honum og ikki bert honum, men mær við so eg skuldi ikki hava sorg oman á sorg. Eg skundi mær tí tess meir at senda hann, fyri at tit aftur kunnu verða glað, táið tit síggja hann, og eg kann fáa lætta í sorg míni. Takið tá ímóti honum í Harranum við allari gleði, og haldið slíkar í æru! Tí fyri Kristusar verks skuld mundi hann doyð, við tað at hann vágaði lívið fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær. KAPITUL Ávaring móti jødakristnum lygilærarum. Hvussu Paulus stevndi móti málinum, Hann áminnir hini trúgvandi um at fylgja sær eftir í at liva fyri Himmalin, rætta heim teirra, Og síðani, brøður mínir gleðist í Harranum! At skriva hitt sama til tykkara troyttar ikki meg, og tað er tykkum tryggjandi. Havið eyguni eftir hundunum, havið eyguni eftir hinum óndu arbeiðsmonnum, havið eyguni eftir sundurskeringini! Tí vit eru hinir umskornu, vit, sum tæna Gudi í Anda Hansara, rósa okkum í Kristi Jesusi og ikki seta lít okkara til holdið. Ja, eg havi nú tað, sum eg kundi sett lít mína til, í holdinum við. Heldur nakar annar seg kunna seta lít sína til holdið, so kann eg tað meir. Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari. So íðin var eg, at eg lá eftir samkomuni, og í rættvísi eftir lógini var eg ólastandi. Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap, ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn fyri at eg kann vinna Kristus og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv. Soleiðis skal eg koma at kenna Hann og kraft uppreisnar Hansara og samfelag líðinga Hansara, við tað at eg verði gjørdur Honum líkur í deyða Hansara um eg tó kundi nátt til uppreisnina frá hinum deyðu. Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi. Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað; men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi. Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag! Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við bert at vit, so langt sum vit eru komin, ganga somu leið. Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva tit hava jú okkum til fyrimynd! Tí mong liva eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum sum fíggindar kross Kristusar; endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er. Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus, sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við. KAPITUL Áminningar, Tøkk til samkomuna fyri kærleiksgávu hennara, Heilsan og ynski um gott, Brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið tí soleiðis fastir í Harranum, tit elskaðu! Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum; ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus:* Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins. Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist! Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær! Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður hugsið um hetta! Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum! Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, at nú endiliga aftur stendur so væl til hjá tykkum, at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við, men tykkum bar ikki til. Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið tað, sum eg havi. Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd. Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan. Tó gjørdu tit væl í at taka lut í trongd míni. Tit vita jú eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstu tíð evangeliums, táið eg fór avstað úr Makedonia, hevði eingin samkoma rokning við meg um givið og móttikið, uttan bert tit. Tí eisini í Tessalonika sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði. Tað er ikki tað, at eg trái eftir gávuni; nei, eg trái eftir ávøkstinum, ið ríkliga kemur tykkum til góða. Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði. Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi. Honum, Gudi og Faðir okkara, veri dýrdin í aldur og allar ævir! Amen. Heilsið hvørjum heiløgum í Kristi Jesusi! Brøðurnir, ið hjá mær eru, lata heilsa tykkum. Øll hini heiløgu lata heilsa tykkum, serliga tey, sum hoyra til hús keisarans. Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara! Bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia KAPITUL Paulus undrast á støðuloysi teirra, ið hann skrivar til, Hann hevur fingið evangeliið beinleiðis frá Harranum og ikki frá nøkrum menniskja, Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi og Gudi Faðir, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu, og allir brøðurnir, ið hjá mær eru til samkomurnar í Galatia. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi Faðir og Harra okkara Jesusi Kristi, sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar. Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum hann veri bannaður! Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður! Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar. Tí tað skal eg lata tykkum vita, brøður, at evangeliið, sum eg havi prædikað, er ikki menniskjaverk; eg havi jú heldur ikki fingið tað ella lært tað av nøkrum menniskja, men við opinbering Jesu Krists. Tit hava jú hoyrt, hvussu eg bar meg at fyrr, táið eg livdi sum Jødi, at eg ómetaliga hart søkti at samkomu Guds og oyddi hana. Eg fór longur í jødadóminum enn mangir javnaldrar í fólki mínum; eg var enn ídnari fyri lærdómum fedra mína. Men táið Gudi líkaði sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni - at opinbera Son Sín í mær, fyri at eg skuldi kunngera evangeliið um Hann millum heidningarnar, spurdi eg við tað sama ikki hold og blóð til ráðs, fór heldur ikki niðan til Jerúsalem til teirra, sum undan mær vóru ápostlar; nei, eg fór burt til Arabia og kom so aftur til Damaskus. Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem at læra Kefas at kenna, og eg steðgaði hjá honum fimtan dagar. Men av hinum ápostlunum sá eg ongan; bert Jákup, bróður Harrans, sá eg. Tað, sum eg her skrivi til tykkara fyri ásjón Guds vitni eg, at eg lúgvi tað ikki. Síðani ferðaðist eg um í Sýrlandi og Kilikia. Men persónliga kendu hinar kristnu samkomurnar í Judea meg ikki; tey hoyrdu bert: ?Hann, ið áður søkti at okkum, prædikar nú evangeliið um trúnna, sum hann einaferð ætlaði at oyða.? Og tey prísaðu Gudi fyri meg. KAPITUL Hinir elstu í Jerúsalem ásannaðu, at Paulus boðaði evangeliið rætt og var kallaður til ápostul, Pætur og Paulus í Antiokia, Paulus heldur fast, at hini kristnu av heidningunum mugu ikki tvingast inn undir lógina, Fjúrtan ár seinni fór eg so aftur niðan til Jerúsalem við Barnabasi og tók eisini Titus við. Eg fór hagar eftir opinbering. Og eg legði fram fyri teir, serliga fyri hinar mest umhildnu, evangeliið, sum eg prædiki millum heidningarnar um eg mundi renna ella hevði runnið til einkis. Men enntá ikki Titus, sum við mær var, og sum var Grikki, varð tvingaður at lata seg umskera eg meini, fyri at eftirlíka hinum følsku brøðrum, ið høvdu sníkt seg inn at lúra eftir frælsi okkara, sum vit hava í Kristi Jesusi, so teir kundu gera okkum til trælir. Fyri teimum viku vit ikki so mikið sum ein tíma í eftirlæti fyri at sannleikin í evangeliinum kundi standa fastur hjá tykkum. Men teir, ið vóru hildnir at vera nakað hvat teir nú vóru, er mær tað sama, Gud ger ikki mannamun eg sigi, hinir mest umhildnu áløgdu mær einki meir; tvørtur ímóti: Táið teir sóu, at mær var litið upp í hendur at tala evangeliið fyri hinum óumskornu, eins og Pæturi var litið upp í hendur at tala tað fyri hinum umskornu tí Hann, sum gav Pæturi kraft til ápostlaverk millum hinar umskornu, gav mær kraft til hitt sama millum heidningarnar og táið teir lærdu at kenna náðina, ið mær var givin, góvu Jákup, Kefas og Jóhannes sum hildnir vórðu at vera stuðlar mær og Barnabasi samfelagshond: Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera. Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp móti honum beint upp í eyguni tí hann var at lasta. Tí áðrenn nakrir komu frá Jákupi, át hann saman við heidningunum;* men táið teir komu, dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini. Saman við honum hyklaðu eisini hinir Jødarnir, so at enntá Barnabas varð rivin við av hykli teirra. Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: ?Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!? Vit eru av náttúru Jødar og ikki syndarar av heidnari ætt; men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt. Men um vit, táið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristusi, sjálvir eisini funnust at vera syndarar, er Kristus fyri tað tænari syndarinnar! Minni enn so! Byggi eg upp aftur tað, sum eg breyt niður, vísi eg meg sjálvan sum lógbrótara. Tí eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg skal liva fyri Gud. Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg. Eg seti ikki náði Guds úr gildi; tí fæst rættvísi við lóg, so er jú Kristus deyður til einkis. KAPITUL Lívssøga Ábrahams prógvar, at rættvísgering er av trúgv, Lógin sum tyktari til Kristus, Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur! Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv? So lítið skilja tit! Tit byrjaðu í Anda fara tit nú at enda í holdi? So nógv hava tit roynt til einkis um tað tá er til einkis! Hann, sum nú gevur tykkum Andan og virkar kraftargerðir tykkara millum ger Hann tað av lógverkum ella av, at tit hoyra í trúgv! eins og jú ?Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.? Tí skulu tit vita, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams. Og við tað at skriftin sá frammanundan, at tað er av trúgv, Gud rættvísger heidningarnar, so kunngjørdi hon frammanundan Ábrahami tað evangelium: ?Í tær skulu øll fólkasløg verða signað!? So verða tá tey, sum av trúgv eru, signað saman við hinum trúgvandi Ábrahami. Tí so mong sum halda seg til lógverk, eru undir banni; skrivað er jú: ?Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum tí, sum skrivað er í lógbókini, so hann ger tað.? Og at eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg, er skilligt; tí ?hin rættvísi skal liva av trúgv.? Lógin hevur einki við trúnna at gera, men: ?Tann, ið ger hetta, skal liva við tí.? Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum tí skrivað er: ?Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi? fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var. Brøður! Eg tali menniskjaliga: Eingin ger tó til einkis staðfest arvaskjal eins menniskja ella leggur nakað aftrat tí. Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur ?avkomum?, sum um nógvar, men sum um ein: ?Og avkomi tínum? og tað er Kristus. Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis. Tí fæst arvurin við lóg, so fæst hann ikki longur við lyfti; men Ábrahami gav Gud hann við lyfti. Hvat skuldi lógin tá til? Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri dagin inntil avkomið kom, sum lyftið var givið og hon varð givin við einglum við millummans hond. Men millummaður er ikki fyri bert ein part men Gud er ein. Er tá lógin ímóti lyftum Guds! Minni enn so! Ja, var lóg givin, sum kundi gjørt livandi, so kom rættvísin veruliga av lóg. Men skriftin hevur lagt alt inn undir synd, fyri at tað, sum lovað var, skuldi við trúgv á Jesus Kristus verða teimum givið, sum trúgva. Áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildin innistongd, og lógin helt vakt yvir okkum inntil trúgvin, ið koma skuldi, opinberaðist. Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara til Kristus, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørd við trúgv. Men nú trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir tyktara. Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus. Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus. Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi. Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti. KAPITUL Við Kristusi hava vit fingið frælsi frá lógini og sonarætt hjá Gudi, Hagar og Sára sum fyrimyndir uppá hin gamla sáttmála lógarinnar og hin nýggja sáttmála frælsisins, Men eg sigi: So leingi sum arvingin er barn, er eingin munur á honum og træli, tóat hann er harri yvir øllum; nei, hann er undir fíggjarhaldsmonnum og húshaldarum inntil ta tíð, sum faðirin hevur ásett. Soleiðis vóru eisini vit, ta tíðina vit vóru børn, trælir undir barnalærdómi heimsins. Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini, fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin. Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: ?Abba! Faðir!? Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi. Ta tíðina tit ikki kendu Gud, trælaðu tit undir gudunum, sum av náttúru eingir gudar eru. Og nú tit hava lært Gud at kenna, ja, tað, sum meiri er eru kendir av Gudi, hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir! Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár eg eri ræddur fyri, at tað skal vera til einkis, eg havi møtt meg við tykkum! Verðið sum eg! Tí eg eri jú sum tit, brøður. Eg biði tykkum! Tit hava ongan órætt gjørt mær. Men tit vita, at tað var likamligur veikleiki hjá mær, sum gjørdi, at eg fyrstu ferð kom at kunngera tykkum evangeliið. Og tað í holdi mínum, sum var tykkum til freisting, vanvirdu og skýggjaðu tit meg ikki fyri; nei, tit tóku ímóti mær sum eingli Guds, ja, sum Kristi Jesusi. Sum tit prísaðu tykkum lukkuligar tá! Tí eg gevi tykkum tann vitnisburð, at hevði tað verið møguligt, so rivu tit eyguni úr tykkum og góvu mær tey. Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara við at siga tykkum sannleikan? Teir royna eftir tykkum við ídni, sum ikki er av góðum; tað, teir vilja, er at fáa skilt tykkum frá, fyri at tit skulu vera ídnir fyri teimum. Men gott er at vera íðin fyri tí, sum gott er, altíð, og ikki bert, táið eg eri hjá tykkum. Børn míni, sum eg nú aftur føði við kvølum, inntil Kristus er vorðin sjónskur í tykkum! Eg vildi ynskt, eg var hjá tykkum nú og kundi talað við aðrari rødd; tí eg eri ráðaleysur tykkum viðvíkjandi! Sigið mær, tit, sum vilja vera undir lógini, hoyra tit ikki lógina? Skrivað er jú, at Ábraham átti tveir synir, ein við trælkvinnuni og ein við hini frælsu kvinnuni. Sonur trælkvinnuna er føddur eftir holdinum, sonur hina frælsu kvinnuna harímóti eftir lyftinum. Hetta hevur jú myndarliga merking; tí hesar kvinnur eru sáttmálarnir báðir; annar er sáttmálin av Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóm tað er Hagar. Tí ?Hagar? er Sinaifjall í Arabia og svarar til Jerúsalem, ið nú er; tí tað er í trældómi við børnum sínum. Men Jerúsalem, ið omanfyri er, tað er frítt, og tað er móðir okkara. Tí skrivað er: ?Ver glað, tú hin ófruktbara, sum ikki føðir! Sker í og rópa, tú, sum ikki hevur verkir! Tí mong eru børn hinnar einsligu kvinnu fleiri enn hennara, sum mann hevur.? Og vit, brøður, eru børn lyftisins, eins og Ísakur. Men eins og ta ferðina hann, ið føddur var eftir holdinum, lá eftir honum, ið føddur var eftir Andanum, so nú við. Tó, hvat sigur skriftin? ?Rek út trælkvinnuna og son hennara! Sonur trælkvinnuna skal als ikki arva saman við syni hina frælsu kvinnu.? So eru vit, brøður, ikki børn trælkvinnunnar, men hinnar frælsu kvinnu. KAPITUL Áminning um at verða í frælsinum frá lóg, og um at nýta hetta frælsi rætt við í mátti Andans at liva í kærleika og flýggja verk holdsins, Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok! Eg, Paulus, sigi tykkum, at lata tit tykkum umskera, gagnar Kristus tykkum einki. Aftur vitni eg fyri hvørjum manni, ið letur seg umskera, at hann er bundin at halda alla lógina. Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini. Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um. Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika. Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan? Henda yvirtaling kemur ikki frá Honum, ið kallaði tykkum. Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið. Eg havi tað álit á tykkum í Harranum, at tit onga aðra hugsan vilja hava; men tann, ið villir tykkum, skal bera dóm sín, hvør hann so er. Men eg, brøður prædiki eg enn umskering, hví liggja teir tá enn eftir mær! So er jú krossurin einki ástoyt longur! Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum. Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum! Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.? Men bíta og eta tit hvør annan, síggið tá til, at tit verða ikki etnir upp hvør av øðrum! Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins! Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja. Og leiðast tit av Andanum, so eru tit ikki undir lógini. Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi, avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur, øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan eins og eg eisini áður havi sagt at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds. Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald. Móti slíkum er lógin ikki. Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess. Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum! Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan! KAPITUL Áminning um at hjálpa teimum aftur á beint, sum falla, Sum ein sáar, skal hann heysta, Ávaring móti lygilærarum, sum vildu tvinga teir inn aftur undir lógina. Paulus rósar sær av ongum uttan krossi Kristusar, Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður! Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar! Tí um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan. Nei, ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. Tí ein og hvør skal bera sína egnu byrði. Tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum. Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta. Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív. Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat. Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar! Hyggið, við hvussu stórum støvum eg havi skrivað til tykkara við míni egnu hond! So mangir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir eru tað, ið tvinga tykkum at lata tykkum umskera, bert fyri ikki at verða søktir at fyri kross Kristusar. Tí teir, sum umskornir eru, halda ikki lógina sjálvir heldur; men teir vilja hava tykkum at lata tykkum umskera, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara. Men eg langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum! Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur. Og so mong, sum hesi reglu fylgja yvir teimum veri friður og miskunn, og yvir Ísrael Guds! Hereftir geri eingin mær ófrið! Tí eg beri merki Jesusar á likami mínum. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður! Amen. Habakkuk KAPITUL Profeturin syrgir um, at fíggindin kemur móti fólkinum, og eingin hjálparmaður tykist vera. Spádómurin, ið opinberaður varð Habakkuk profeti. Hvussu leingi, HARRI, skal eg kalla, uttan at Tú hoyrir? Eg rópi til Tín undan yvirgangi, og Tú frelsir ikki! Hví letur Tú meg skoða óndskap, og hvussu fært Tú sjálvur sæð slíka órættvísi? Oyðing og yvirgangur standa fyri eygum mínum; av tí koma trætur, og stríð reisist upp. Tí er lógin máttleys, og rætturin sleppur aldri fram; tí gudleysir kringseta hin rættvísa tí kemur rætturin fram rangvørgur. Hyggið rundan um tykkum millum tjóðirnar, og óttist, ja, óttist! Tí verk geri Eg á tykkara døgum tit høvdu ikki trúð tí, um sagt varð tykkum frá tí. Tí Eg lati Kaldearar reisast, hitt grumma og raska fólkið, ið fer fram um alla jørðina at taka í ogn bústaðir, sum er ogn annara. Øgiligt og ræðuligt er tað; frá sær sjálvum tekur tað rætt sín og stórleika sín. Hestar tess eru kvikari enn leopardar og renna skjótari enn úlvar á kvøldi; hestmenn tess koma við rúkandi ferð, ja, úr fjarløgu koma hestmenn tess; teir flúgva sum ørnin, táið hon skjýtur seg niður á rán sítt. Allir koma teir at gera yvirgangsverk; hugurin til bardaga drívur teir fram; teir savna fangar sum sand. Teir spotta kongar, og høvdingar eru teimum til látur; teir læa at hvørjum verndarvirki; teir dunga upp mold móti tí og taka tað. So fúka teir avstað sum vindurin, halda fram og draga skyld oman yvir seg; styrki sína hava teir til gud. Ert Tú ikki frá fornum tíðum HARRIN Gud mín, heilagi mín! Vit skulu ikki doyggja. HARRI! Til at fullføra dóm hevur Tú sett teir. Tú, klettur okkara! Til at revsa hevur Tú givið teimum vald. Tú, hvørs eygu eru rein, so Tú fært ikki hugt uppá ilt, og sum ikki orkar at síggja neyð hví hyggur Tú at trúleysum, hví ert Tú tigandi, táið hin gudleysi forkemur honum, ið rættvísari er enn hann? Tú hevur jú gjørt við menniskju sum við fiskarnar í sjónum, sum við skriðdýrini, ið ongan harra hava! Teir* draga tey øll upp við ongli sínum, savna tey í nót sína og sanka tey í garn sítt; tí eru teir fróir og fegnast. Tí ofra teir til nót sína og brenna roykilsi fyri garni sínum; við teimum verður jú lutur teirra feitur, og føði teirra sterk. Men skulu teir fyri tað framvegis sleppa at tøma nót sína og uttan íhald drepa fólkasløg og ikki eira! KAPITUL Svar Harrans, Veiróp yvir fíggindan, Niðan á varða mín skal eg fara, og standa á vaktarstaði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái uppá klagu mína. Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa! Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast. Hástór og óærlig er sál hansara í honum men hin rættvísi skal liva við trúgv síni. Tí eins og vínið ikki er at líta á, so skal hesin hugmóðigi ikki verða búgvandi í friði, hann, ið spílar upp gap sítt sum deyðaríkið og mettast ikki heldur enn deyðin, hann, ið hevur sankað inn undir seg allar tjóðir og savnað til sín øll fólk. Sanniliga, tey skulu øll somul fara at kvøða táttar og háðkvæði um hann, gera gátur um hann og siga: ?Vei honum, ið dungar saman tað, sum hann eigur ikki hvussu leingi! og sum laðar á seg pantað góðs!? Sanniliga, óvart skulu teir reisast, sum skulu pína teg, og teir vakna, sum skulu styggja teg upp, so tú verður teimum rán! Eins og tú hevur rænt mong fólkasløg, so skulu allar tær, sum eftir verða av tjóðunum, ræna teg fyri blóðskyld tína móti menniskjunum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva. Vei tí, sum liggur eftir skammiligum vinningi fyri hús sítt, fyri at fáa bygt reiður sítt høgt og bjarga sær undan hond vanlukkunnar! Tú hevur lagt upp ráð, sum verða húsi tínum til skomm, lagt upp ráð um at gera enda á mongum fólkasløgum og hevur harvið syndað móti tær sjálvum! Tí steinurin í vegginum skal rópa, og bjálkin í træverkinum skal svara honum. Vei tí, sum byggir bý við blóði og grundar stað við órætti! Tað er jú frá HARRANUM Gudi herskaranna, tað kemur, at tjóðir skulu arbeiða seg móðar fyri eldin, og fólkasløg pøsa seg út til einkis. Tí jørðin skal verða full av kunnskapi um dýrd HARRANS, eins og havsdjúpið er fult av vatni. Vei tí, sum gevur næsta sínum at drekka úr skál brennandi vreiði sínar ja, drekkur tey full, so hann fær hugt at blygd teirra! Tú verður mettaður av skomm og ikki av heiður drekk tú við og vís yvirhúð tína! Steypið í høgru hond HARRANS skal á tíð síni koma til tín, og vanæra skal fjala heiður tín! Tí yvir teg skal koma heimsøking sum hon, ið kom yvir Libanon, og oyðing sum hon, ið styggir burt dýrini har aftur fyri blóðskyld tína móti menniskjum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva. Hvat batar útskorin mynd, síðani smiðurin sker hana út! Ella hvørja nyttu ger stoypt mynd lygilærari síðani hann, ið stoypt hana hevur, lítur so á hana, at hann ger sær málleysar avgudar! Vei tí, sum sigur við træ: ?Vakna!? og við málleysan stein: ?Reis teg!? Skuldi hann verið lærari! Nei um hann so er klæddur við gulli og silvuri eingin andi er í honum! Men HARRIN er í heilaga templi Sínum øll jørðin veri still fyri Honum! KAPITUL Harrin stígur fram til dóm yvir heimin og frelsu fyri Ísrael. Bøn. Eftir Habakkuk profet. Eftir sjigjonot. HARRI, eg havi hoyrt boðskapin um Teg eg ræðist. HARRI, verk Títt lívga tað aftur, áðrenn mong ár eru umliðin, ja, kunnger tað, áðrenn mong ár eru umliðin! Minst í vreiði Tíni miskunn! Gud kemur úr Teman, hin Heilagi av Paransfjøllum. Sela. Hátign Hansara fjalir himmalin, og jørðin er full av dýrd Hansara. Skin sum sólarljósið stígur upp; geislar eru rundan um Hann; í teimum er veldi Hansara fjalt. Pestur gongur fyri ásjón Hansara, og sótt gongur í fótasporum Hansara. Hann stígur fram og jørðin nøtrar; Hann hyggur upp og fólkini skelva; hini ævigu fjøll spreingjast sundur; hinar avgomlu hæddir søkka niður; Hann gongur somu leiðir sum í fornum døgum. Eg síggi tjøld Kusans í sorg; tjaldteppini í Midjanslandi skelva. Er HARRIN tá illur við streymarnar? Logar vreiði Tín móti teimum, ella bræði Tín móti havinum síðani Tú fert fram á hestum Tínum, í sigurríku vagnum Tínum? Berur og nakin er bogi Tín eiðir Tínir til ættirnar, orð Títt! Sela. Í áir klývur Tú jørðina. Fjøllini síggja Teg og skelva; skýggini senda niður grovregn, og avgrundin letur rødd sína ljóða; mót hæddini lyftir hon hendur sínar. Sól og máni fara inn í bústað sín undan ljósi píla Tína, sum flúgva avstað, undan skini skyggjandi svørðs Tíns. Í bræði gongur Tú yvir jørðina, í vreiði traðkar Tú niður tjóðirnar. Tú heldur avstað at frelsa fólk Títt, at hjálpa salvaða Tínum; Tú sorar niður takið á húsi hins gudleysa, Tú gert grundvøllin beran líka upp at hálsinum. Sela. Hansara egna spjót rennir Tú gjøgnum høvdini á skarum hansara, sum koma rennandi at spjaða meg sundur og gleðast, sum teir í loyndum skuldu etið upp hin arma. Tú fert gjøgnum havið við hestum Tínum, gjøgnum hini veldigu, brúsandi vøtn. Eg hoyrdi tað. Tá nøtraði alt innan í mær; ljóðið fekk varrar mínar at pipra; rot kemur í bein míni, og eg skelvi, her sum eg standi tí eg noyðist at standa stillur og bíða eftir neyðardeginum, bíða eftir, at hann kemur móti fólkinum, hann, sum skal koma tí í trongd. Tí fikutræið blómar ikki; víntræið ber ongan ávøkst; ávøkstur oljutræsins miseydnast; markirnar geva onga føði; seyðurin er horvin úr bólinum, og eingi neyt eru eftir í fjósunum. Men eg skal gleðast í HARRANUM, fegnast í Gudi frelsu mínar! Harrin HARRIN er styrki mín; Hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga eftir hæddum mínum. Til songmeistaran. Við streingjaleiki mínum. Haggai KAPITUL Fólkið revsað, tí teir byggja ikki templið, Teir fara undir arbeiðið, Annað árið ið Darius var kongur, tann fyrsta í sætta mánaði, kom orð HARRANS við Haggai profeti til Zerubbabel, son Sealtiel, landstjóra í Juda, og til Josva, son Józadak, høvuðsprest; Hann segði: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Hetta fólk sigur: ?Enn er tíðin ikki komin tíðin at byggja hús HARRANS.? Orð HARRANS kom tá við Haggai profeti; Hann segði: Er tíðin tá komin hjá tykkum at búgva í bróstaðu húsum tykkara, meðan hetta hús liggur í oyði! Tí sigur nú HARRIN Gud herskaranna so: Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst! Tit sáa nógv men lítið kemur í hús; tit eta men verða ikki mett; tit drekka men fáa ikki tostan sløktan; tit klæða tykkum men eingin verður heitur; og tann, ið tænir fyri løn, fær lønina í holutan pung. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Leggið til merkis, hvussu tykkum gongst! Farið niðan á fjøllini eftir viði, og byggið húsið! Tað toknast Mær, og tá skal Eg vísa dýrd Mína sigur HARRIN. Tit væntaðu nógv men lítið varð; og táið tit bóru tað í hús, blásti Eg tað burtur. Hví? sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí hús Mítt liggur í oyði, meðan tit hava nógv um at vera, hvør við hús sítt. Tí hevur himmalin latið seg aftur yvir tykkum og gevur ikki døgg, og jørðin hevur sýtt tykkum grøði sína. Eg havi kallað turk higar, yvir landið og fjøllini, yvir kornið, vínið, oljuna og alt tað, ið jørðin gevur av sær, yvir fólk og fæ og yvir alt tað, ið hendur tykkara virka. Og Zerubbabel, sonur Sealtiel, og Josva, sonur Józadak, høvuðspresturin, og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lurtaðu eftir rødd HARRANS Guds síns og eftir tí, sum Haggai profetur segði tí HARRIN Gud teirra hevði sent hann og fólkið óttaðist HARRAN. Tá segði Haggai, sendiboð HARRANS, við fólkið so sum HARRIN hevði álagt honum -: Eg eri við tykkum sigur HARRIN. Og HARRIN vakti anda Zerubbabels, sonar Sealtiels, landstjóra í Juda, anda Josva, sonar Józadaks, høvuðsprests, og anda als fólksins, ið eftir var, so teir komu og fóru undir arbeiðið uppá hús HARRANS Guds síns, Guds herskaranna; tað var tann fjórða og tjúgunda í sætta mánaði, annað árið ið Darius var kongur. KAPITUL Lyfti viðvíkjandi hesum nýggja templinum, Troyst til teirra, ið byggja tað, Lyfti til Zerubbabel, Tann fyrsta og tjúgunda í sjeynda mánaði kom orð HARRANS við Haggai profeti; Hann segði: Sig við Zerubbabel, son Sealtiel, landstjóra í Juda, við Josva, son Józadak, høvuðsprest, og við tey, ið eftir eru av fólkinum: Hevur nakar tykkara, ið eftir eru vorðin, sæð hetta hús í fyrru dýrd tess? Og hvat halda tit um tað nú? Er tað ikki sum einki í eygum tykkara? Men ver nú hugreystur, Zerubbabel! sigur HARRIN; ver hugreystur, Josva, sonur Józadak, tú høvuðsprestur! Ver hugreyst, alt fólkið í landinum sigur HARRIN og arbeiðið! Tí Eg eri við tykkum, sigur HARRIN Gud herskaranna. Sáttmálin, ið Eg gjørdi við tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi, skal standa fastur, og Andi Mín skal búgva millum tykkara óttist ikki! Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn áðrenn langt umlíður skal Eg rista himmal og jørð, hav og turrlendi; Eg skal rista allar tjóðir, so allir hinir dýrabøru skattir tjóðanna skulu koma higar; og Eg skal fylla hetta hús við dýrd sigur HARRIN Gud herskaranna. Mítt er silvurið, og Mítt er gullið sigur HARRIN Gud herskaranna. Hetta seinna húsið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra sigur HARRIN Gud herskaranna og á hesum staði skal Eg geva frið sigur HARRIN Gud herskaranna. Tann fjórða og tjúgunda í níggjunda mánaði, annað árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS við Haggai profeti; Hann segði: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Spyrjið prestarnar um lógina og sigið: ?Táið onkur ber heilagt kjøt í kappavelinum og við tí nemur við breyð ella okkurt kókað, við vín, olju ella okkurt annað matkent, verður tað tá heilagt?? Prestarnir svaraðu: ?Nei!? Haggai spurdi nú: ?Men táið ein, ið er vorðin óreinur av líki, nemur við okkurt av hesum, verður tað tá óreint?? Prestarnir svaraðu: ?Ja, tað verður óreint!? Tá tók Haggai til orða og segði: ?So er við hesum fólki, so er í eygum Mínum við hesi ætt sigur HARRIN og so er við øllum, ið hendur teirra virka, og við tí, sum tey ofra har tað er óreint! Men vendið nú huganum frá hesum degi aftur í tíðina, áðrenn steinur varð lagdur á stein í templi HARRANS! Kom ein tá í tíðini til korndunga uppá tjúgu mál, so vóru tíggju, og kom ein til vínpersuna og ætlaði at oysa uppúr fimti mál, so vóru tjúgu. Eg sló tykkum við kornbrenning, gulnan og heglingi yvir øll handaverk tykkara men tit vendu tykkum ikki til Mín! sigur HARRIN. Vendið so huganum frá hesum degi longur aftur í tíðina, frá fjórða og tjúgunda í níggjunda mánaði, frá tí degi grundin varð løgd til hús HARRANS leggið til merkis! Var enn korn í kornbúðini! Enn hevði hvørki víntræið, fikutræið, granateplatræið ella oljutræið borið nakran ávøkst. Men frá hesum degi skal Eg signa.? Orð HARRANS kom aðru ferð til Haggai, tann fjórða og tjúgunda í mánaðinum; Hann segði: Sig við Zerubbabel, landstjóra í Juda: Eg skal rista himmal og jørð; Eg skal kollvelta hásætum kongaríkjanna og gera enda á styrki heidningaríkjanna; Eg skal kollvelta vagnum og teimum, sum í teimum sita; hestarnir skulu falla, og teir, ið á teimum ríða; hvør skal falla fyri svørði annars. Tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna skal Eg taka teg, Zerubbabel, son Sealtiel, tænara Mín sigur HARRIN og gera við teg sum við innsiglisring; tí teg havi Eg útvalt sigur HARRIN Gud herskaranna. Hásongurin KAPITUL Hásongurin. Eftir Sálomo. ?Hann kyssi meg, kyssi meg við munni sínum! Tí kærleiki tín er betri enn vín. Søtur er angin av smyrslum tínum, navn títt er úthelt olja; tí elska moyggjar teg. Drag meg! Við skundi skulu vit fylgja tær. Kongurin tók meg inn í kømur síni. Vit skulu frøa og gleða okkum í tær, vit skulu prísa kærleika tínum meir enn víni; av sonnum hjarta elska tær teg. Svørt eri eg, men yndislig kortini, tit døtur Jerúsalems, sum tjøld Kedars, sum tjaldteppi Sálomos. Hyggið ikki at mær, fyri tað at eg eri so svørt, fyri tað at eg eri so brend av sólini! Synir móður mínar vórðu illir við meg, teir settu meg at røkta víngarðarnar, mín egna víngarð havi eg ikki røktað. Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar røktar tú fylgi títt? Hvar letur tú tað hvíla um middagin? Hví skal eg ganga sum vilst kvinna hjá fylgjum felaga tína?? ?Veitst tú tað ikki, tú hin vakrasta av kvinnum, so far bert avstað í sporum fylgisins og røkta geitalomb tíni við tjøld hirðanna! Við gangararnar fyri vagni Faraos líkni eg teg, elskaða mín! Yndisligar eru kinnar tínar undir ketunum, hálsur tín í perlurøðunum. Gullketur skulu vit gera tær við silvurkúlum á.? ?So leingi sum kongurin sat við borð sítt, gav nardus mítt góðan anga. Vinur mín er mær myrrapungur, sum eg beri í barminum. Vinur mín er mær tyssi av syprisberum úr víngørðunum í En-Gedi.? ?Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur.? ?Sum tú ert vakur, vinur mín, sum tú ert lívsælur! Og lega okkara er grøn. Bjálkarnir í húsi okkara eru sedrisviður, tað er bróstað við syprisviði.? KAPITUL ?Eg eri rósan í Saron, liljan í dølunum.? ?Ja, sum lilja millum tornir er elskaða mín millum genturnar.? ?Sum apaldur millum trøini í skóginum er vinur mín millum unglingarnar; í skugga hansara trái eg at sita, ávøkstur hansara er gómum mínum søtur. Inn í vínhúsið fór hann við mær, og merki hansara yvir mær er kærleiki. Styrkið meg við vínberjakøkum, lívgið meg við súreplum! Tí eg eri sjúk av kærleika. Vinstra hond hansara er undir høvdi mínum, og høgri hansara tekur meg í favn. Eg bøni tykkum, døtur Jerúsalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur! Hoyr! Har er vinur mín! Ja, hygg, har kemur hann rennandi um fjøllini, leypandi um hæddirnar! Vinur mín er sum skógargeit, hann er sum ungur hjørtur. Hygg, har stendur hann undir veggi okkara, hann hyggur inn um vindeyguni, kagar inn gjøgnum rimaverkið! Vinur mín tekur til orða og sigur við meg: ?Reis teg, elskaða mín, tú hin fagra mín, og kom út! Tí nú er veturin farin, regntíðin svann og er burtur; blómurnar eru farnar at síggjast á jørðini, songtíðin er komin, og turtildúvan letur rødd sína hoyrast í landi okkara; ávøkstur fikutræsins er farin at búnast, víntrøini blóma og breiða út anga sín; reis teg, elskaða mín, tú hin fagra, kom! Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins! Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt.? Takið okkum revarnar, hinar smáu revar, ið forkoma víngørðunum, nú ið víngarðar okkara blóma! Vinur mín er mín, og eg eri hansara, sum røktar fylgi sítt millum liljur. Inntil dagurin verður svalur, og skuggarnir flýggja vend við, vinur mín, og ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllunum við gjáum!? KAPITUL ?Á legu míni um náttina leitaði eg eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki. [Tá segði eg:] ?Eg skal fara upp og ganga um í staðnum, á gøtunum og torgunum; eg skal leita eftir honum, ið sál mín elskar!? Eg leitaði, men fann hann ikki. Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg. [Eg segði við teir:] ?Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?? Eg var ikki meir enn farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; eg tók í hann og slepti honum ikki, fyrrenn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar, inn í kamar hennara, sum føddi meg. Eg bøni tykkum, døtur Jerúsalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!? Hvat er tað, ið kemur higar úr oyðimørkini í roykstólpum, angandi av myrra og roykilsi, av alskyns keypmanskryddurtum? Hygg, tað er beristólur Sálomos við seksti køppum rundanum, køppum Ísraels! Allir eru teir vápnaðir við svørði, vandir í hernaði; hvør og ein ber svørð við liðina móti náttaræðslunum. Sálomo kongur læt gera sær beristól úr viði av Libanon. Stólpar hansara læt hann gera av silvuri, bakið av gulli, setrið av purpuri; innan er hann prýddur í kærleika av døtrum Jerúsalems. Døtur Zions, farið út og síggið Sálomo kong við krúnuni, ið móðir hansara hevur krýnt hann við brúdleypsdag hansara, gleðidag hjarta hansara! KAPITUL ?Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur innan fyri slørið; hár títt er sum geitafylgi, ið kemur rennandi oman av Gileadsfjalli. Tenn tínar eru sum fylgi av kliptum óm, ið koma upp úr baðnum; allar eru tvílembur, eingin er geld. Varrar tínar eru sum skarlaksband, og muður tín er yndisligur; sum stykki av granatepli er tynningur tín innan fyri slørið. Hálsur tín er sum torn Dávids, bygt til vápnahús; túsund skjøldir hanga á tí, allir kappaskjøldir. Bróst tíni eru sum lambapar, skóggeitartvíburar, ið liggja og eta millum liljur. Táið dagurin verður svalur, og skuggarnir flýggja, fari eg á myrrafjallið og roykilsisheyggin. Tú ert vøkur, øll sum tú ert, elskaða mín, á tær er einki lýti! Kom við mær av Libanon, brúður mín, kom við mær av Libanon! Kom oman av Amanatindi, av Senirs- og Hermonstindi, úr leyvubølunum, av pantarafjøllunum! Tú hevur tikið hjarta mítt, systir mín, brúður mín! Tú hevur tikið hjarta mítt við bert einum eygnakasti, við bert eini av hálsketum tínum. Sum kærleiki tín er lívsælur, systir mín, brúður mín! Hvussu mangan betri enn vín er ikki kærleiki tín, hvussu mangan betri enn allar angandi urtir er ikki angin av smyrslum tínum! Hunangur drýpur av vørrum tínum, brúður mín! Hunangur og mjólk eru undir tungu tíni, og angin av klæðum tínum er sum angin av Libanon. Stongdur urtagarður er systir mín, brúður mín, avstongdur brunnur, innsiglað kelda. Tú veksur upp sum lund av granateplatrøum við dýrum ávøksti, syprisblómum og nardusplantum, við nardus og safran, kalmus, kaneli og alskyns roykilsistrøum, við myrra, aloe og hinum bestu av alskyns kryddurtum. Kelda í urtagørðunum ert tú, brunnur við rennandi vatni og streymum av Libanon.? ?Vakna, norðanvindur, og kom, sunnanvindur! Blás gjøgnum urtagarð mín, so at angi hansara streymar út! Hevði vinur mín viljað komið í urtagarð sín og notið dýra ávøkst hansara!? KAPITUL ?Ja, eg komi í urtagarð mín, systir mín, brúður mín! Eg henti myrra og balsam mítt, eg eti hunangskøku mína og hunang mín, eg drekki vín mítt og mjólk mína.? Vinir mínir, etið og drekkið, verðið druknir av kærleika! ?Eg svav, men hjarta mítt vakti; hoyr, tá bankar vinur mín: ?Lat mær upp, systir mín, elskaða mín, dúva mín, tú hin reina mín! Tí høvd mítt er fult av døgg, lokkar mínir av náttardropum.? [Eg svaraði:] ?Eg eri farin úr kyrtlinum; skal eg nú lata meg í hann aftur! Eg havi vaskað mær um føturnar; skal eg nú dálka teir aftur!? Vinur mín rætti hondina inn um lúkuna; tá brúsaði hjarta mítt móti honum. Eg fór á føtur at lata vini mínum upp; myrra dryppaði av hondum mínum, rennandi myrra av fingrum mínum, táið teir numu við handfang lássins. Eg læt vini mínum upp; men vinur mín var farin, horvin. Eg var frá mær sjálvari av orðum hansara; eg leitaði eftir honum, men fann hann ikki; eg rópti eftir honum, men hann svaraði mær ikki. Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg; teir slógu meg, særdu meg; teir tóku slørið av mær, vaktararnir á múrunum. Eg bøni tykkum, døtur Jerúsalems, finna tit vin mín ja, hvat skulu tit siga við hann? At eg eri sjúk av kærleika!? ?Hvat er tá vinur tín fram um aðrar vinir, tú hin vakrasta av kvinnum? Hvat er vinur tín fram um aðrar vinir, síðani tú bønar okkum so?? ?Vinur mín er hvítur og reyður, hann ber av tíggju túsund. Høvd hansara er sum fínasta gull, lokkar hansara eru sum pálmagreinar, svartir sum ravnurin. Eygu hansara eru sum dúvur við rennandi løkir, baðaðar í mjólk og sitandi við streymar. Kinnar hansara eru eins og angandi blómubeðir, sum kryddurtir vaksa í; varrar hansara eru liljur, rennandi myrra drýpur av teimum. Hendur hansara eru gullstengur, settar við krýsolitum; miðja hansara er fílabein, sett við safirum. Bein hansara eru marmorstólpar á støbbum av fínasta gulli; sum Libanon er hann at síggja, prúður sum sedristræ. Muður hansara er søtur, og hann er yndisligur, allur sum hann er. So er vinur mín, ja, so er elskaði mín, tit døtur Jerúsalems!? KAPITUL ?Hvar er vinur tín farin, tú hin vakrasta av kvinnum? Hvørja leið hevur vinur tín tikið? Vit skulu leita eftir honum við tær.? ?Vinur mín er farin oman í urtagarð sín, til hinar angandi blómubeðir, at røkta fylgi sítt í urtagørðunum og henta liljur. Eg tilhoyri vini mínum, og vinur mín tilhoyrir mær, hann, sum røktar fylgi sítt millum liljur.? ?Tú ert vøkur sum Tirza, elskaða mín, yndislig sum Jerúsalem, øgilig sum herar undir hermerki. Vend eygum tínum frá mær, tí tey hava vald á mær! Hár títt er sum geitafylgi, ið kemur rennandi oman av Gileadsfjalli. Tenn tínar eru sum fylgi av óm, ið koma upp úr baðnum; allar eru tvílembur, eingin er geld. Sum stykki av granatepli er tynningur tín innan fyri slørið. Seksti drotningar havi eg og áttati hjákonur og ungar gentur, sum ikki tal er á. Men ein er dúva mín, hin reina mín, einasta barn móður sínar, eygnasteinur hennara, ið føddi hana; moyggjar sóu hana og prísaðu hana lukkuliga, drotningar og hjákonur sóu hana og bóru henni lov. Hvør er hon, ið har hyggur fram eins og morgunroðin, føgur sum mánin, rein sum sólin, øgilig sum herar undir hermerki? Eg fór oman í nøtagarðin at síggja, hvussu grønkast í dølunum, at síggja, um víntræið var farið at spretta, um granateplatrøini blómaðu. Áðrenn eg vitsti av, setti sál mín meg upp í vagnar høvdingafólks míns.? ?Vend tær á, vend tær á, Sulamit, vend tær á, vend tær á, so vit fáa sæð teg!? ?Hvat vilja tit síggja á Sulamit?? ?Dans sum í Mahanajim.? KAPITUL ?Sum fótur tín stígur vakurt í skógvinum, tú høvdingadóttir! Lendar tínar rundast sum hálsband, handaverk listarmanna. Fang títt er sum rund skál; hevði tí aldri fattast vín! Miðja tín er sum hveitidungi við liljum rundanum. Bróst tíni eru sum lambapar, skóggeitartvíburar. Hálsur tín er sum fílabeinstornið, eygu tíni sum hyljarnir í Hesbon við Batrabbimsportur, nøs tín sum Libanonstorn, ið hyggur móti Damaskus. Høvd títt er sum Karmel, og lokkarnir á tí eru sum purpur; kongurin er fangaður í teimum! Sum tú ert vøkur, sum tú ert yndislig, tú hin elskaða, fagra! Vøkstur tín líkist pálma, og bróst tíni eru sum vínber. Eg sigi: Eg fari upp í pálman, taki í greinar hansara; bróst tíni skulu vera sum berini á víntrænum, andi tín sum angin av súreplum, gómi tín sum besta vín.? ?Ja, sum gongur væl niður hjá vini mínum og vætir varrarnar á sovandi! Eg hoyri vini mínum til, og til mín stendur trá hansara. Kom, vinur mín, lat okkum fara út á markina, lat okkum verða í bygdunum í nátt! Lat okkum árla fara í víngarðarnar, lat okkum vita, um víntræið er farið at spretta, um blómurnar eru útsprungnar, og granateplatrøini blóma! Har skal eg geva tær kærleik mín. Tað angar av kærleikseplunum; og fyri durum okkara eru alskyns ávøkstir, bæði nýggir og gamlir. Vinur mín, eg havi goymt tær teir!? KAPITUL ?Á, hevði tú verið mær sum bróðir, ið hevði sogið bróst móður mínar! Um eg tá hitti teg úti, skuldi eg kyst teg, og eingin skuldi vanvirt meg fyri tað. Eg skuldi leitt teg, eg skuldi farið við tær inn í hús móður mínar, og tú skuldi lært meg; eg skuldi skonkt tær kryddvín, løgin av granateplatræi mínum. Vinstra hond hansara er undir høvdi mínum, og høgri hansara tekur meg í favn. Eg bøni tykkum, døtur Jerúsalems: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!? ?Hvør er hon, ið kemur higar úr oyðimørkini, styðjandi seg at vini sínum?? ?Undir eplatrænum vakti eg teg, har føddi móðir tín teg við kvøl, har føddi hon teg við kvøl, hon, sum átti teg. Hav meg sum innsiglisring við hjarta títt, sum innsiglisring um armin! Tí sterkur sum deyðin er kærleiki, harður í tráan síni sum deyðaríkið; gløður hansara eru sum eldsgløður, logi HARRANS. Størstu vøtn eru ikki ment at sløkkja kærleikan, áarstreymar eru ikki mentir at skola hann burtur. Um so ein vildi latið fyri kærleika alt, hann átti í húsinum, hevði hann bert verðið vanvirdur.? ?Vit hava lítla systur, sum ikki hevur bróst enn. Hvat skulu vit gera við systur okkara, tann dag ein kemur at biðja um hana?? ?Er hon múrur, byggja vit silvurtindar á hann; er hon dyr, steingja vit tær við sedrisstokki.? ?Eg eri múrur, og bróst míni eru torn. So varð eg í eygum hansara sum ein, ið finnur frið.? Sálomo hevði víngarð í Ba'al-Hamon; henda víngarð læt hann nakrar fáa í varðveitslu; fyri ávøkst hansara skuldu teir geva honum túsund seklar av silvuri hvør. Víngarð mín havi eg fyri meg sjálvan; hinir túsund seklarnir hoyra tær til, Sálomo, tvey hundrað teimum, ið røkta ávøkst hansara. ? Tú, sum býrt í urtagørðunum! Vinir lurta eftir rødd tíni; lat meg hoyra hana!? ?Flýggja, vinur mín! Ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllum við angandi urtum!? Brævið til Hebrearar KAPITUL Gud hevur á síðstu døgum talað til menniskjuni við Kristusi, sum er Guds egni Sonur og tí hægri enn allir einglar, Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetunum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum, sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við. Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini. Og Hann er vorðin so mikið størri enn einglarnir, sum Hann hevur arvað dýrari navn enn teir. Tí við hvønn av einglunum hevur Hann nakrantíð sagt: ?Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag?! og uppaftur: ?Eg skal vera Honum Faðir, og Hann skal vera Mær Sonur?! Og táið Hann aftur leiðir hin frumborna inn í heimin, sigur Hann: ?Allir einglar Guds skulu tilbiðja Hann.? Um einglarnar sigur Hann: ?Hann ger einglar Sínar til vindar og tænarar Sínar til eldsloga?, men um Sonin: ?Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns. Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar!? Og: ?Tú, Harri, grundfesti í upphavi jørðina, og Himlarnir eru handaverk Títt; teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum klæði; sum kápu skalt Tú balla teir saman, og teir skulu umbroytast. Men Tú ert hin sami, og ár Tíni skulu ikki fáa enda.? Við hvønn av einglunum hevur Hann nakrantíð sagt: ?Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul?! Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu! KAPITUL Orð Kristusar mugu ikki verða vanvird, Leið Kristusar gjøgnum líðingar til dýrd, Tí mugu vit so mikið meiri akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit reka ikki burtur frá tí. Tí stóð orðið fast, sum talað var við einglum, so at hvørt brot og ólýdni fekk uppibornu løn sína, hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann, við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum! Tí tað var ikki undir einglar, Hann legði hin komandi heim, ið vit tala um. Men ein hevur einastaðni vitnað soleiðis: ?Hvat er menniskjað, at Tær kemur tað í hug, ella menniskjasonur, at Tú vitjar hann! Stutta tíð lætst Tú Hann vera lægri enn einglarnar; so krýndi Tú Hann við dýrd og heiður; alt legði Tú undir føtur Hansara.? Tí táið Hann legði alt undir hann, undantók Hann einki frá at vera honum undirlagt; men nú síggja vit ikki alt vera honum undirlagt enn. Men Hann, sum stutta tíð varð gjørdur lægri enn einglarnir Jesus Hann síggja vit, fyri tað at Hann leið deyðan, krýndan við dýrd og heiður, so Hann av náði Guds skal hava smakkað deyðan fyri øll. Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum. Tí bæði Hann, ið halgar, og tey, sum halgað verða, eru øll av einum; tí skammast Hann ikki við at kalla teir brøður; Hann sigur jú: ?Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt; mitt í samkomuni skal Eg prísa Tær?, og framvegis: ?Eg skal líta á Hann?, og framvegis: ?Hygg, her eri Eg og børnini, ið Gud hevur givið Mær!? Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans tað er Djevulin og gera øll tey frí, sum av ræðslu fyri deyðanum vóru í trældómi alla lívstíð sína. Tað er jú ikki einglum, Hann tekur Sær av, men avkomi Ábrahams tekur Hann Sær av. Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at gera bót fyri syndir fólksins. Tí við tað at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann sum tann, ið sjálvur er freistaður koma teimum til hjálpar, sum freistað verða. KAPITUL Kristus er størri enn Móses, tí mugu tey ikki herða seg móti orði Hansara, Heiløgu brøður, tit, sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus, sum var Honum trúgvur, ið gjørdi Hann til tað, eins og eisini Móses var í øllum húsi Hansara! Tí hesin er hildin so mikið meiri dýrd verdur enn Móses, sum tann, ið húsið gjørdi, hevur meiri æru, enn húsið sjálvt. Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud. Víst var Móses trúgvur í øllum húsi Hansara sum tænari, til at vitna tað, ið talast skuldi; men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan. Sum Heilagi Andin tí sigur: ?Í dag um tit hoyra rødd Hansara herðið ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini, har fedrar tykkara freistaðu Meg og royndu Meg, teir, sum tó sóu verk Míni í ár! Tí varð Eg vreiður á ta ætt og segði: ?Tey villast altíð í hjartanum!? Men tey kendu ikki vegir Mínar; so svór Eg í vreiði Míni: ?Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!?? síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi! Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur ?í dag?, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar! Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan. Táið nú verður sagt: ?Í dag um tit hoyra rødd Hansara so herðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum!? hvørji vóru tá tey, sum hoyrdu og voldu tó beiskleika? Vóru tað ikki øll, sum fóru út av Egyptalandi við Mósesi! Hvørji var Hann vreiður á í ár? Vóru tað ikki tey, sum syndaðu, so deyðu kroppar teirra fullu í oyðimørkini! Og um hvørji var tað, Hann svór, at tey skuldu ikki koma inn til hvílu Hansara, uttan um tey, sum ikki høvdu viljað trúð! Vit síggja tá, at tað var fyri vantrúar skuld, tey kundu ikki koma inn. KAPITUL Sabbatshvíla Guds fólks, Máttur Guds orðs, Kristus sum hin miskunnsami høvuðsprestur, Við tað at nú lyfti um at koma inn til hvílu Hansara enn stendur eftir, so latið okkum við ótta síggja til, at eingin av tykkum skal finnast liggjandi eftir! Hin glaði boðskapur er kunngjørdur okkum við, líka væl sum teimum; men orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki; tí tey, sum hoyrdu tað, tóku tað ikki til sín við trúgv. Vit, ið eru komin til trúgv, ganga jú inn til hvíluna soleiðis sum Hann hevur sagt: ?So svór Eg í vreiði Míni: ?Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!?? og hetta, tóat verkini vóru fullgjørd, frá tí heimurin varð grundaður. Um hin sjeynda dagin hevur Hann einastaðni sagt so: ?Gud hvíldi hin sjeynda dagin eftir øll verk Síni? og uppaftur her: ?Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!? Við tað at soleiðis stendur eftir, at nøkur skulu koma inn til hana, og tey, sum fyrst fingu hin glaða boðskap at hoyra, fóru ikki inn fyri vantrúar skuld, so ásetur Hann aftur dag: ?Í dag? táið Hann so langa tíð eftir sigur við Dávidi soleiðis sum frammanundan er nevnt -: ?Í dag, um tit hoyra rødd Hansara, so herðið ikki hjørtu tykkara!? Tí hevði Josva leitt tey til hvílu, so hevði Gud ikki talað um ein annan dag seinni. So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir. Tann, ið komin er inn til hvílu Hansara, hevur eisini fingið hvílu eftir verk síni, eins og Gud eftir Síni. Latið okkum tí gera okkum ómak fyri at koma inn til ta hvílu, so eingin skal falla við sama ólýdni, sum tey góvu dømi um! Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera. Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina! Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit tó uttan synd. Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð! KAPITUL Kristus, høvuðsprestur á hátti Melkizedeks. Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi, til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir sum ein, ið kann vera mildur við óvitandi og villfarandi, við tað at veikleiki hongur við hann sjálvan eisini, og hann av teirri grund má bera fram syndoffur fyri seg sjálvan líka væl sum fyri fólkið. Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron. Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið Sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum, sum segði við Hann: ?Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag? sum Hann jú eisini sigur á øðrum staði: ?Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.? Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni. Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí, sum Hann leið. Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann, og varð av Gudi kallaður høvuðsprestur á hátti Melkizedeks. Um hetta hava vit nógv at siga, og tað er torført at útleggja, av tí at tit eru vorðin trek at hoyra. Tí hóast tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat. Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar hann er jú barn. Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt. KAPITUL Ávaring móti at falla frá trúnni, Lyfti Guds vikast ikki, Latið okkum tí leypa um hinar fyrstu grundir í læruni um Kristus og ganga fram til hitt fullkomna, so vit ikki aftur leggja grundvøllin við umvending frá deyðum verkum og trúgv á Gud, við læru um dópar og handaálegging, um uppreisn hinna deyðu og ævigan dóm! Ja, hetta skulu vit gera, um Gud loyvir. Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum, hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims og sum so eru fallin frá tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur, við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott. Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi. Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend. Men um tykkum, tit elskaðu, eru vit vísir í tí, sum betri er, og sum hoyrir frelsu til tóat vit tala so. Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heiløgu. Men ynski okkara er, at ein og hvør tykkara líka til endan skal vísa sama íðinskap fyri hini fullu vissu í vónini, so tit ikki verða trek, men eftirfylgja teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini. Tí táið Gud gav Ábrahami lyftið, svór Hann um Seg sjálvan, av tí Hann hevði ongan størri at svørja um, og segði: ?Sanniliga, Eg skal ríkliga signa teg og stórliga lata teg nørast!? Táið hann soleiðis tolin hevði bíðað, fekk hann tað, sum lovað var. Menniskju svørja jú um tann, ið størri er, og eiðurin er teimum staðfesting og ger enda á øllum stríði. Táið nú Gud enn týðiligari vildi vísa arvingum lyftisins, hvussu óvikandi ráð Hansara var, legði Hann tí eið aftrat, so vit við tveimum óvikandi søgnum, sum Gud ómøguliga kundi lúgva í, skuldu hava sterka troyst, vit, sum hava leitað okkum bjarging í at grípa vónina, sum framman fyri okkum er løgd. Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið, hagar Jesus sum fyrirennari okkara fór inn, Hann, sum gjørdist høvuðsprestur í allar ævir á hátti Melkizedeks. KAPITUL Eins og Melkizedek var størri enn Ábraham og Levi, er Kristus sum prestur á hátti Melkizedeks størri enn hin levitiski høvuðsprestur. Hesin Melkizedek, kongur í Salem og prestur Guds hins hægsta hann, sum fór ímóti Ábrahami, táið hann kom aftur eftir at hava vunnið sigur á kongunum, og sum signaði hann hann, sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, táið navn hansara verður útlagt, fyrst er rættvísikongur, harnæst eisini kongur Salems, tað er friðarkongur uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, hvørki havandi byrjan daga ella enda lívs, settur javnt við Son Guds hann verður prestur altíð. Hyggið, hvussu stórur hann er, hann, ið enntá Ábraham, ættarfaðirin, gav tíggjund av fonginum! Teir av sonum Levi, sum fáa prestadømið, hava boð um eftir lógini at taka tíggjund frá fólkinum tað er frá brøðrum sínum teimum, sum tó eru komnir úr lendum Ábrahams; men hesin sum ikki roknar ætt sína frá teimum tók tíggjund frá Ábrahami og signaði hann, ið hevði lyftini. Nú kann jú eingin siga ímóti tí, at tað er tann, ið minni hevur at týða, sum verður signaður av tí, sum meiri hevur at týða. Og her eru tað deyðilig menniskju, ið taka tíggjund, men har ein, sum vitnað verður um, at hann livir. Ja, sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, hevur við Ábrahami so at siga latið tíggjund; tí hann var enn í lendum faðirs síns, táið Melkizedek fór ímóti honum. Var nú fullkomileiki at fáa við hinum levitiska prestadømi og tað var grundin undir lógini, ið fólkið hevði fingið hví tørvaði so uppaftur, at annar prestur skuldi stíga fram á hátti Melkizedeks, ein, sum ikki er nevndur á hátti Árons! Verður prestadømið broytt, slepst ikki undan, at lógin verður broytt við. Hann, sum hetta verður sagt um, hoyrdi jú til aðra ætt, og av henni hevur eingin gjørt tænastu við altarið. Ein og hvør veit jú, at Harri okkara er runnin upp av Juda, og viðvíkjandi teirri ætt hevur Móses einki talað um prestar. Og uppaftur nógv skilligari verður hetta, táið annar prestur stígur fram, líkur Melkizedek ein, sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgeingiligum lívi. Hann fær jú tann vitnisburð: ?Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.? So verður nú vissuliga boð, sum fyrr var galdandi, sett úr gildi, av tí at tað var veikt og ónýtt lógin gjørdi jú einki fullkomið og betri vón verður leidd inn, ein, sum vit nærkast Gudi við. Og so víst sum tað kom ikki í lag uttan eið tí hinir gjørdust prestar uttan eið, men Hann við eiði við Honum, ið sigur við Hann: ?Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: ?Tú ert prestur í allar ævir?? so víst er tað eisini betri sáttmáli, Jesus er vorðin borgsmaður fyri. Og av hinum prestum vóru fleiri, av tí at teir við deyðanum vórðu forðaðir at halda á; Men hesin hevur óforgeingiligt prestadømi, við tað at Hann verður í allar ævir. Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt upp um Himlarnar, ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini eins og høvuðsprestarnir at bera fram offur, fyrst fyri Sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins; tí hetta gjørdi Hann eina ferð fyri allar, táið Hann ofraði Seg sjálvan. Tí lógin setur til høvuðsprestar menniskju, sum hava brek; men orð eiðarins, sum kom eftir lógina, setur inn Sonin, sum er gjørdur fullkomin í allar ævir. KAPITUL Kristus er enn høvuðsprestur í Himli, Hin nýggi sáttmálin er betri enn hin gamli, Samløga tess, ið her verður talað um, er nú hetta: Vit hava slíkan høvuðsprest, sum hevur sett Seg við høgru síðu hásætis hátignarinnar í Himlunum, sum tænari í halgidóminum og hinum sanna tabernakli, sum Harrin og ikki menniskja hevur reist. Ein og hvør høvuðsprestur verður jú settur inn til at bera fram gávur og sláturoffur; tí má hesin við hava nakað at bera fram. Var Hann nú á jørðini, so var Hann als ikki prestur; tí her eru teir, ið eftir lógini bera fram gávurnar teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. ?Síggj til,? segði Hann, ?at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!? Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum. Tí hevði hin fyrri verið ólastandi, so hevði ikki verðið leitað eftir staði fyri øðrum. Tað er jú lastandi orð, Hann talar til teirra, táið Hann sigur: ?Dagar koma sigur Harrin táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og hús Juda, ikki sáttmála sum hann, Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi; tí teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum, og Eg legði einki í teir sigur Harrin. Nei, hetta er sáttmálin, Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagar sigur Harrin: Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær í hjørtu teirra, og Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt. Tey skulu ikki læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: ?Kenn Harran!? Tí tey skulu øll kenna Meg, frá hinum minsta millum teirra til hin størsta. Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra.? Táið Hann sigur: ?Nýggjan? hevur Hann dømt hin fyrra at vera gamlan; men tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva. KAPITUL Halgidómur hins gamla sáttmála og offur hansara eru ófullkomin mynd av hini fullkomnu bót við offurdeyða Kristusar. Víst hevði nú eisini hin fyrri sáttmálin fyriskipanir sínar fyri gudstænastuni og jørðiska halgidóm sín. Tí tjald varð gjørt, hitt fremra; í tí var ljósastakin, borðið og sýnisbreyðini hetta kallast hitt heilaga. Men aftan fyri annað forhangið var tjaldið, sum kallast hitt alraheilagasta; í tí var roykilsisaltar av gulli og sáttmálaørkin, sum var klædd við gulli, øll sum hon var; í henni var gullkrukka við manna, stavur Árons, sum blómað hevði, og sáttmálatalvurnar. Yvir henni vóru kerúbar dýrdarinnar, sum skuggaðu yvir náðistólin. Men um hetta fara vit ikki at tala nú, hvørt fyri seg. Á tann hátt var hetta gjørt. Inn í hitt fremra tjaldið fara prestarnir altíð, táið teir gera tænastu sína; men inn í hitt fer bert høvuðspresturin, eina ferð um árið, ikki uttan blóð sum hann ofrar fyri seg sjálvan og fyri mistøk fólksins. Við hesum peikar Heilagi Andin á, at vegurin til halgidómin er ikki opinberaður enn so leingi sum hitt fremra tjaldið enn stendur. Tí tað er ímynd inntil tíðina, ið nú er, og samsvarandi tí verða borin fram bæði gávur og offur sum tó ikki, samvitskuni viðvíkjandi, eru ment at gera tann fullkomnan, ið útinnir gudstænastu sína, men sum bert, saman við mati og drekka og ymiskum tváttum, eru holdligar fyriskipanir, álagdar, inntil tíðin kom at fáa alt í rættlag. Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum tað er: Sum ikki er av hesum skapningi og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing. Tí so satt sum blóð bukka og tarva og øskan av kvígu við at verða slett á hini óreinu halgar til útvortis reinleika, hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gud, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi! So er Hann tá millummaður fyri nýggjan sáttmála, so hini kallaðu skulu fáa hin æviga arv, ið lovaður var, eftir at deyði hevur átt sær stað til endurloysing frá brotunum undir hinum fyrra sáttmálanum. Har sum arvaskjal er, er jú eisini neyðugt, at deyði hansara, ið gjørdi arvaskjalið, verður prógvaður. Arvaskjal kemur jú ikki í gildi fyrrenn eftir deyðan; tað hevur aldri kraft, so leingi sum tann livir, sum gjørdi tað. Tí varð heldur ikki hin fyrri sáttmálin vígdur uttan blóð. Tí táið Móses hevði kunngjørt øllum fólkinum øll boðini eftir lógini, tók hann kálva- og bukkablóð saman við vatni, skarlaksreyðari ull og isopi og sletti tað bæði á bókina sjálva og alt fólkið, og segði: ?Hetta er blóð sáttmálans, ið Gud læt gera við tykkum.? Eisini tabernaklið og øll amboðini, ið hoyrdu til gudstænastuna, sletti hann somuleiðis blóð á. Ja, næstan alt verður eftir lógini reinsað við blóði, og uttan at blóð verður úthelt, fæst ikki fyrigeving. Tað var tá neyðugt, at avmyndir hins himmalska vórðu reinsaðar soleiðis; men hitt himmalska sjálvt mátti verða reinsað við betri ofrum enn hesum. Tí Kristus fór ikki inn í halgidóm, sum gjørdur var við hondum og bert var mynd av hinum sanna; nei, Hann fór inn í sjálvan Himmalin fyri nú at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta ikki heldur, fyri at Hann skuldi ofra Seg sjálvan mangar ferðir eins og høvuðspresturin ár eftir ár fer inn í halgidómin við fremmandum blóði. So mátti Hann havt liðið ofta, frá tí heimurin varð grundaður. Men nú er Hann við enda tíðanna opinberaður eina ferð fyri allar til at taka burt syndina við ofri Sínum. Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð og hareftir er dómur so skal Kristus eisini, eftir at Hann eina ferð er ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum, aðru ferð uttan synd* opinbera Seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum. KAPITUL Kraftin í ofri Kristusar, Áminning um við dirvi at halda fast við trúnna, Ávaring móti fráfalli, Lógin hevur bert skugga hinna komandi góða, ikki sonnu mynd teirra; tí kann hon aldri við ofrunum, ið teir altíð hvørt ár av nýggjum bera fram, gera tey fullkomin, sum koma fram við teimum. Annars høvdu tey jú hildið uppat at borið tey fram, av tí at hini ofrandi ikki longur høvdu havt syndir á samvitskuni, táið tey eina ferð vóru reinsað. Men við hesum ofrum verður hvørt ár mint um syndir. Tað er jú ómøguligt, at blóð tarva og bukka kann taka burtur syndir. Tí sigur Hann, táið Hann kemur í heimin: ?Sláturoffur og matoffur vildi Tú ikki hava, men likam gjørdi Tú Mær til; brennioffur og syndoffur líkaði Tær ikki. Tá segði Eg: ?Hygg, Eg komi í bókrulluni er skrivað um Meg at gera vilja Tín, Gud!?? Eftir at Hann fyrst hevur sagt: ?Sláturoffur, matoffur, brennioffur og syndoffur vildi Tú ikki hava, og tey líkaði Tær ikki? og tey verða tó borin fram eftir lógini so hevur Hann harnæst sagt: ?Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!? Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar! Ein og hvør prestur stendur dagliga og ger tænastu og ber fram somu offur ferð eftir ferð sum tó aldri kunnu taka burtur syndir; men Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds og bíðar nú bert eftir, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul. Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða. Tað vitnar eisini Heilagi Andin fyri okkum. Tí eftir at Hann hevur sagt: ?Hetta er sáttmálin, Eg skal gera við tey eftir teir dagar?, sigur Harrin: ?Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinni teirra, og syndir teirra og lógbrot teirra skal Eg ikki minnast aftur.? Men har sum fyrigeving er fyri tey, er ikki longur offur fyri synd. Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin, sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið tað er hold Hansara og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds, so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni! Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan soleiðis sum siður er hjá summum men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast! Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir, men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti. Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna. Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans tað, sum hann varð halgaður í og háðar Anda náðinnar! Vit kenna jú Hann, sum sagt hevur: ?Mær hoyrir hevndin til, Eg skal endurgjalda!? og aftur: ?Harrin skal døma fólk Sítt.? Tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds! Men minnist hinar farnu dagar, táið tit, eftir at tit vóru upplýst, toldu nógv stríð í líðingum! Eitt var, at tit sjálv við háði og trongdum vórðu sjónleikur; annað var, at tit tóku lut við teimum, ið slík kor høvdu. Bæði høvdu tit samkenslu við fangunum, og tit bóru tað við gleði, um tað, ið tit áttu, varð rænt tit vitstu jú, at tit sjálv áttu betri ogn, eina, sum verður varandi. Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara tað hevur stóra løn! Tykkum tørvar tol, so tit táið tit hava gjørt vilja Guds kunnu fáa tað, sum lovað er. Tí ?bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal, og Hann skal ikki drála. Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara.? Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan til fortaping men av teimum, ið trúgva sálini til frelsu. KAPITUL Trúgvin og kraft hennara prógvað við dømum úr gamla testamenti. Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst. Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð. Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til. Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður. Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur. Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann. Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heiløgum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar. Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann vitsti ikki, hvar hann kom. Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis. Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud. Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað. Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er. Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini. Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi. Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jú borið teimum til at farið aftur hagar. Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar. Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið, og sum sagt varð við: ?Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.? Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu og haðani fekk hann hann jú eisini aftur í líknilsi talað. Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga. Við trúgv signaði Jákup, táið hann doyði, báðar synir Jósef, og tilbað lútandi yvir stav sín. Við trúgv talaði Jósef, táið hann lá at doyggja, um burturferð sona Ísraels og gav boð um bein síni. Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins. Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao. Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd. Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands tí hann hugdi fram móti lønini. Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga. Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir. Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi men Egyptar druknaðu, táið teir buðu til. Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir. Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum. Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum, sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva, sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja. Kvinnur fingu hinar deyðu sínar aftur við uppreisn. Onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn. Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús; tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð heimurin var tey ikki verdur tey flakkaðu um í oyðimørkum og fjøllum, í hellum og skorum jarðarinnar. Og øll hesi tóat tey høvdu vitnisburð fyri trúgv sína fingu tó ikki tað, sum lovað var. Tí Gud hevði frammanundan ætlað okkum nakað betri, so tey skuldu ikki fullkomast uttan okkum. KAPITUL Áminning um í trúgv at halda á í líðingum, við tað at hin nýggi sáttmálin hevur mangan størri dýrd enn hin gamli. Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna og situr nú við høgru síðu hásætis Guds! Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara! Enn hava tit ikki gjørt mótstøðu líka til blóðið í bardaga tykkara móti syndini, og tit hava gloymt áminningina, ið talar við tykkum sum við børn: ?Sonur mín! Vanvirð ikki tykt Harrans, verð heldur ikki mótleysur, táið tú verður revsaður av Honum! Tí tann, ið Harrin elskar, tyktar Hann, og Hann slær harðliga hvønn tann son, ið Hann tekur Sær av.? Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar; Gud ger við tykkum sum við synir hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki! Eru tit uttan tykt sum øll hava fingið part sín av so eru tit óektabørn og ikki synir. Framvegis: Vit høvdu eftir holdinum fedrar, sum tyktaðu okkum, og vit høvdu virðing fyri teimum; skulu vit tá ikki mangan meir vera Faðir andanna undirgivin og liva! Teir tyktaðu okkum jú nakrar fáar dagar, eftir tykki sínum, men Hann ger tað okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara. Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar. Rættið tí hinar viknaðu hendur og hini riðandi knø, og gerið fótum tykkara beinar gøtur, fyri at hitt lamna skal ikki fara úr liði, men heldur kann verða grøtt! Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering tí uttan hana skal eingin síggja Harran! Síggið til, at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálkað av henni! Síggið til, at eingin er siðloysingur ella vanheilagur sum Esau, ið fyri bert eina máltíð seldi frumburðarrætt sín! Tit vita jú, at hann seinni, táið hann vildi arva signingina, varð vrakaður, tóat hann við tárum bað um at fáa hana hann fann sær onga leið til umvending. Tí tit eru ikki komin til fjall, ið nemist við, og sum brennur í eldi, ikki til sorta, myrkur og harðveður, ikki til lúðraljóð og rødd, ið talaði so, at tey, sum hoyrdu hana, bóðu, at ikki skuldi verða talað meiri til teirra tey vóru ikki ment at bera boðið, ið givið varð: ?Um tað so bert er dýr, ið nemur við fjallið, skal tað verða steinað.? Og so øgilig var sjónin, at Móses segði: ?Eg ræðist og skelvi.? Nei, tit eru komin til Zionsfjall og til stað hins livandi Guds, til hitt himmalska Jerúsalem og til hini mongu túsund av einglum, til hátíðarskara og samkomu hinna frumbornu, sum uppskrivað eru í Himlunum, til dómaran, sum er Gud alra, og til andar hinna rættvísu, ið fullkomin eru vorðin, til Jesus, millummannin fyri nýggjan sáttmála og til áslettingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels. Síggið til, at tit sigast ikki undan Honum, sum talar! Sluppu tey ikki undan, sum søgdust undan honum, ið talaði guddómsorð sítt á jørðini hvussu mangan minni skulu ikki vit sleppa undan, um vit venda okkum burtur frá Honum, ið talar av Himlunum, Honum, hvørs rødd ta ferðina risti jørðina, men sum nú hevur lovað: ?Eina ferð enn skal Eg rista, ikki bert jørðina, men himmalin við.? Hesi orð: ?Eina ferð enn?, vísa, at tað, sum rist verður, skal umskiftast, við tað at tað er skapt, fyri at tað, sum ikki verður rist, skal verða verandi. Táið vit nú fáa ríki, sum ikki kann verða rist, so latið okkum tá vera takksom og harvið tæna Gudi, Honum til tokka, við gudræðslu og ótta! Tí Gud okkara er oyðandi eldur. KAPITUL Áminning um bróðurkærleika og reinleika, trúskap í játting Kristusar, lýdni fyri lærarum og forbøn fyri teimum, Heilsanir og góð ynski, Bróðurkærleikin vari við! Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur uttan at vita tað havt einglar til gestir. Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami! Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma. Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: ?Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær? so vit kunnu siga við fríum móti: ?Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast hvat kann menniskja gera mær!? Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra! Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir. Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum! Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, ikki við mati sum ongan bata hevur verið teimum til, sum fingust við hann! Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av. Dýrini, hvørja blóð av høvuðsprestinum verður borið inn í halgidómin sum bót fyri synd kroppar teirra verða jú brendir uttan fyri tilhaldið. Tí var tað eisini, Jesus leið uttan fyri portrið fyri at Hann við Sínum egna blóði kundi halga fólkið. Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara! Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi. Latið okkum tá við Honum altíð bera Gudi fram lovoffur tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara! Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi. Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi tað er tykkum ikki til gagn! Biðið fyri okkum! Tí tað líta vit á, at vit hava góða samvitsku, og vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt. Og hetta áminni eg tykkum tess meiri at gera, fyri at eg tess skjótari kann verða givin tykkum aftur. Gud friðarins, sum við blóði ævigs sáttmála førdi hin stóra seyðahirða, Harra okkara Jesus, upp frá hinum deyðu, Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. Eg biði tykkum, brøður tolið hetta áminningarorð eg havi jú skrivað stutt til tykkara! Eg veit at siga tykkum, at Timoteus, bróðir okkara, er leysgivin; kemur hann skjótt, komi eg saman við honum at síggja tykkum. Heilsið øllum vegleiðarum tykkara og øllum hinum heiløgu! Tey úr Italia lata heilsa tykkum. Náðin veri við tykkum øllum! Hoseas KAPITUL Eftir boði Harrans giftist Hoseas við skøkju og fær við henni børn, sum hann gevur nøvn við profetiskari meining. Orð HARRANS, ið kom til Hoseas, son Be'eri, á døgum Uzziasar, Jótams, Akazar og Ezekiasar, judakonga, og á døgum Jeroboams, sonar Jóasar, ísraelskongs. Táið HARRIN byrjaði at tala við Hoseas, segði HARRIN við hann: ?Far og fá tær horkonu og horubørn! Tí landið drívur hor og hevur vent sær frá HARRANUM.? Hann fór tá og giftist við Gomer, dóttur Diblajim; og hon varð við barn og átti honum son. HARRIN segði við hann: ?Lat hann eita Jizre'el! Tí áðrenn langt umlíður, skal Eg straffa hús Jehu fyri blóðskyld Jizre'els og gera enda á kongadømi Ísraels húss; og tann dag skal Eg bróta sundur boga Ísraels í Jizre'elsdali.? Aftur varð hon við barn og átti dóttur. Hann segði við hann: ?Lat hana eita Lo-Ruhama!* Tí Eg vísi ikki longur húsi Ísraels miskunn, so Eg skuldi fyrigivið teimum. Men húsi Juda skal Eg vísa miskunn, og Eg skal frelsa tey við HARRANUM Gudi teirra; ikki við boga, svørði ella bardøgum frelsi Eg tey, ei heldur við hestum og hestmonnum.? Táið hon so hevði lagt Lo-Ruhama av brósti, varð hon uppaftur við barn og átti son. Tá segði Hann: ?Lat hann eita Lo-Ammi!* Tí tit eru ikki fólk Mítt, og Eg vil ikki hoyra tykkum til.? Men tal Ísraelsmanna skal verða sum sandur havsins, ið ikki stendur til at mála ella telja. Og á tí staði har sagt varð við tey: ?Tit eru ikki fólk Mítt!? skal verða sagt við tey: ?Børn hins livandi Guds!? Judamenn og Ísraelsmenn skulu taka seg saman og seta høvdinga yvir seg og fara avstað úr landinum tí stórur er dagur Jizre'els! Kap. Sigið við brøður tykkara: ?Ammi!?* og við systrar tykkara: ?Ruhama!?** KAPITUL Fráfall Ísraels, Lyfti um frelsu fyri tað, Havið at móður tykkara, havið at henni! Tí hon er ikki kona Mín, og Eg eri ikki maður hennara. Hon fái horulótirnar burt frá andliti sínum og handa siðleysa atburð frá barmi sínum! Annars skal Eg lata hana nakna og lata hana standa, sum tann dag hon varð fødd; Eg skal gera hana líka oyðimørk, líka turrum landi, og lata hana doyggja av tosta. Og børnum hennara skal Eg onga miskunn vísa; tí tey eru horubørn. Móðir teirra var jú horkvinna; hon, ið føddi tey, hevur borið seg skammiliga at; hon segði: ?Bólarar mínar haldi eg meg til, teir, ið geva mær breyð mítt og vatn mítt, ull mína og lín mítt, olju mína og vín mítt!? Afturfyri skal Eg byrgja veg tín við tornum! Eg skal laða múr framman fyri hana, so hon finnur ikki leiðir sínar. Táið hon tá rennur eftir bólarum sínum, skal hon ikki fáa fatur á teimum; táið hon leitar eftir teimum, skal hon ikki finna teir. Tá skal hon siga: ?Eg skal fara aftur til hin fyrra mann mín; tí betri hevði eg tað tá enn nú!? Hon dugdi ikki at síggja, at tað var Eg, ið gav henni kornið, vínið og oljuna, gav henni alt hetta nógva silvur og gull, ið tey nýttu til Ba'al. Tí skal Eg taka korn Mítt aftur, táið korntíðin kemur, og vín Mítt, táið stundin er í hondum; og Eg skal taka burtur ull Mína og lín Mítt, sum hon skuldi fjala skomm sína við. Ja, nú skal Eg lyfta burtur av skomm hennara beint fyri eygum bólara hennara, og eingin skal fáa rivið hana av hond Míni! Eg skal gera enda á allari gleði hennara, á øllum veitslum hennara, sólkomudøgum, sabbatum og øllum høgtíðum hennara. Eg skal forkoma víngørðum og fikutrøum hennara, sum hon hevur sagt um: ?Tey eru horuløn mín, sum bólarar mínir hava latið meg fingið.? Eg skal gera tey til villmark, sum dýrini á markini skulu eta av. Eg skal heimsøkja hana fyri dagarnar, táið hon brendi roykilsi fyri Ba'alunum og prýddi seg við nasaringi og hálsprýði og gekk eftir bólarum sínum, men gloymdi Meg sigur HARRIN. Tí skal Eg lokka hana og leiða hana út í oyðimørkina og tosa blídliga við hana. Síðani skal Eg geva henni víngarðar hennara aftur og gera henni Akorsdal* til vónportur; har skal hon syngja, sum táið hon var ung, sum tann dag hon fór út av Egyptalandi. Tann dag sigur HARRIN skalt tú rópa: ?Maður mín!? og ikki longur rópa á Meg: ?Ba'al mín!? Nøvn Ba'alanna skal Eg taka burtur úr munni hennara; teir skulu ikki verða tiknir uppá tunguna aftur. Tann dag skal Eg gera sáttmála fyri tey við dýrini á markini, við fuglar himmalsins og við skriðdýrini á jørðini; boga, svørð og hervápn skal Eg bróta sundur og fáa burt úr landinum; og Eg skal lata tey búgva trygg. Eg skal trúlova Meg við tær til ævigar tíðir; Eg skal trúlova Meg við tær í rættvísi og rætti, í náði og miskunn; Eg skal trúlova Meg við tær í trúfesti, og tú skalt kenna HARRAN. Tann dag skal Eg bønhoyra sigur HARRIN Eg skal bønhoyra himmalin, og hann skal bønhoyra jørðina; jørðin skal bønhoyra kornið, vínið og oljuna og tey skulu bønhoyra Jizre'el. Eg skal planta Mær hana í landinum, vísa Lo-Ruhama náði og siga við Lo-Ammi: ?Tú ert fólk Mítt!? Og tað skal svara: ?Gud mín!? KAPITUL Eftir boði Harrans keypir Hoseas sær ótrúgva kvinnu. HARRIN segði við meg: ?Far uppaftur og elska kvinnu, ið er elskað av vini sínum og kortini drívur hor eins og HARRIN elskar Ísraelsmenn, men teir venda sær til aðrar gudar og elska rosinukøkur!? Eg keypti mær hana so fyri fimtan seklar av silvuri og homer og letek av byggi. Og eg segði við hana: ?Leingi skalt tú sleppa at sita eina uttan at dríva hor og uttan at hava við nakran mann at gera; eisini eg skal vera so við teg.? Tí leingi skulu Ísraelsmenn sita við ongum kongi og ongum høvdinga, við ongum ofri og ongum merkissteini, við ongum lívkyrtli og ongum húsgudum. So skulu Ísraelsmenn venda við og leita til HARRAN Gud sín og Dávid, kong sín; skelvandi skulu teir á síðstu døgum søkja HARRAN og signingar Hansara. KAPITUL Revsing yvir fólkið og serliga prestarnar. Hoyrið orð HARRANS, tit Ísraelsmenn! Tí HARRIN hevur søk við tey, sum í landinum búgva; tí eingin sannleiki, eingin kærleiki og eingin kunnskapur um Gud er í landinum. Tey svørja, lúgva, myrða, stjala, horast og bróta inn í húsini, og blóð verður úthelt samt og javnt. Tí liggur landið í sorg, og alt, ið har býr, viknar burtur dýrini á markini og fuglar himmalsins; ja, um tað so eru fiskarnir í sjónum, svinna teir burtur. Tó má eingin hava at nøkrum, og eingin revsa; tí fólk títt er líkt teimum, ið træta við prest. Fall skal koma á teg um dagin, og profeturin skal falla um náttina saman við tær, og Eg skal gera enda á móður tíni. Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni. Tess fleiri tey vórðu, tess meiri tey syndaðu móti Mær æru teirra skal Eg venda í skomm! Av synd fólks Míns liva teir; teir tráa eftir misgerð teirra. Tí skal gangast prestinum sum fólkinum, og Eg skal heimsøkja hann fyri atburð hansara og løna honum verk hansara aftur. Teir skulu eta, men ikki verða mettir; teir skulu horast, men ikki vaksa í tali tí teir eru givnir uppat at halda seg til HARRAN. Hor, vín og vínberjaløgur taka vitið burtur. Fólk Mítt spyr træsprek sítt til ráðs, puttur tess gevur tí svar tí trúloysisandi hevur vilt tey av leið, so tey dríva hor og vilja ikki standa undir Gudi sínum! Uppi á fjallatindunum ofra tey, og uppi á heyggjunum brenna tey roykilsi, undir eikum, øspum og terebintum tí skuggin har er góður! Tí verða døtur tykkara skøkjur, tí eru sonarkonur tykkara sekar í hjúnabandsbroti. Eg heimsøki ikki døtur tykkara fyri, at tær eru skøkjur, ei heldur sonarkonur tykkara fyri, at tær bróta hjúnaband teir fara jú sjálvir avsíðis við horum, ofra saman við skøkjum! Soleiðis gongur tað til grundar, fólkið, ið einki skilir. Um nú so er, at tú, Ísrael, drívur hor, má Juda kortini ikki draga skyld oman yvir seg! Farið ikki til Gilgal, gangið ikki niðan til Bet-Aven! Og svørjið ikki:* ?So satt sum HARRIN livir!? Tí Ísrael er sum ólátað kúgv skal HARRIN tá lata tey liggja sum lomb og eta, sum tey vilja? Efra'im er bundin til avgudamyndir lat hann fara! Tað er ikki við máta, sum teir drekka; hor hava skjøldir* teirra drivið; nógv hava teir elskað tað, ið skammiligt er. Men stormur skal grípa teir við veingjum sínum, og teir skulu verða til skammar við ofrum sínum! KAPITUL Ísrael og Juda verða hótt við undirgangi. Hoyrið hetta, tit prestar, lurta eftir, tú hús Ísraels, og tú kongahús, vend oyranum til! Tí yvir tykkum er tað, dómurin er, tit, ið hava verið snerra á Mizpa og útbreitt net á Tabor. Mitt í ofring síni eru teir soknir djúpari og djúpari men Eg skal tykta teir allar! Eg kenni Efra'im, og Ísrael er ikki loynt fyri Mær. Nú hevur tú drivið hor, Efra'im! Ísrael er vorðið óreint! Verk teirra loyva teimum ikki at venda við til Gud teirra; tí trúloysisandi býr í brósti teirra, og tey kenna ikki HARRAN. Hugmóð Ísraels skal vitna móti tí beint í eyguni, og fall skal koma á Ísrael og Efra'im aftur fyri misbrot teirra; saman við teimum skal eisini Juda falla. Við seyði og neytum sínum skulu tey fara at søkja HARRAN, men ikki finna Hann, tí Hann hevur sagt Seg leysan frá teimum. Trúleyst hava tey borið seg at móti HARRANUM, tí óskilgitin børn hava tey átt; nú skal sólkomudagurin* oyða bæði tey og allar ognir teirra. Blásið í lúður í Gibea, í horn í Rama! Blásið harðblástur í Bet-Aven! Fíggindin er í hølum tínum, Benjamin! Efra'im skal verða til oyðimørk revsingardagin; millum ættir Ísraels havi Eg kunngjørt tað, ið víst er. Høvdingar Juda eru vorðnir sum teir, ið flyta markaskjal; yvir teir skal Eg úthella vreiði Mína sum vatn. Efra'im verður kúgaður, soraður sundur við dómi tí hann tók sær fyri at ganga eftir menniskjaboðum. Eg eri Efra'im sum mølur og húsi Juda sum rot í beinunum. Táið Efra'im sá sjúku sína, og Juda sár sítt, fór Efra'im til Assur og sendi boð til Jareb kong. Men hann skal ikki vera mentur at grøða tykkum, og sár tykkara skal ikki batna aftur! Tí Eg eri sum leyva móti Efra'im, sum ungleyva móti húsi Juda; sjálvur skræði Eg sundur og fari avstað; Eg beri burtur ránið, og eingin frelsir. Eg skal fara leið Mína, fara aftur til stað Mítt, inntil tey ganga við, at tey eru sek, og søkja ásjón Mína; í neyð síni skulu tey leita eftir Mær! KAPITUL Fólkið tykist at ætla at venda við, men tað er ikki álvara. ?Komið, latið okkum venda við til HARRAN! Hann hevur skrætt okkum sundur, og Hann skal eisini grøða okkum; Hann sló, og Hann skal eisini binda um hjá okkum. Hann skal gera okkum livandi um tveir dagar; triðja dagin skal Hann reisa okkum upp aftur, og vit skulu liva fyri ásjón Hansara. Latið okkum tá læra HARRAN at kenna, latið okkum av álvara royna at læra Hann at kenna! Hann skal renna upp, líka víst sum morgunroðin, og Hann kemur til okkara sum regnið, sum várregn, ið vætir jørðina.? Hvat skal Eg gera við teg, Efra'im? Hvat skal Eg gera við teg, Juda? Kærleiki tykkara er jú sum morguntoka, sum døggin, ið árla hvørvur! Tí havi Eg ikki spart at geva teimum høgg við profetunum; Eg havi dripið tey við orði muns Míns, og dómarnir yvir teg skygdu sum snarljós. Tí Eg vil hava kærleika og ikki sláturoffur, kunnskap um Gud og ikki brennioffur! Men tey hava brotið sáttmálan, eins og Ádam; har hava tey verið Mær trúleys. Gilead er staður illgerðarmanna, fullur av blóðsporum. Og líkur ránsmannaflokki, ið liggur á lúri eftir fólki, er prestaflokkurin; teir myrða á vegnum til Sikem, ja, skemdarverk hava teir útint. Í húsi Ísraels havi Eg sæð tað, ið ræðuligt er; har drívur Efra'im hor, har er Ísrael vorðið óreint. Eisini tær, Juda, er heyst ásett, táið Eg reisi fólk Mítt aftur á føtur. KAPITUL Ísrael revsað fyri hor, avgudadýrkan, hugmóð og aðrar syndir. Táið Eg ætli at grøða Ísrael, opinberast misbrot Efra'ims og óndskapur Samaria; tí svik er tað, tey havast at, tjóvar bróta inn, og ránsmannaflokkar ræna uttanfyri. Og tey hugsa ikki um, at Eg minnist allan óndskap teirra. Nú hava gerðir teirra kringsett tey, tey eru komin fyri ásjón Mína! Við óndskapi sínum gleða tey kongin, og við lygnum sínum høvdingarnar. Allir samlir eru teir horkallar; teir líkjast ovni, ið bakarin hitar upp; hann heldur uppat at elda, bert frá tí deiggið verður knoðað, og inntil tað er gingið. Á degi kongs okkara drekka høvdingarnir seg sjúkar av heitum víni; spottarum rættir hann hondina. Tí teir gera hjarta sítt so heitt sum ovn, meðan teir lúra; alla náttina svevur bakari teirra; um morgunin brennur tað sum logandi eldur. Allir samlir verða teir heitir sum ovnur og eta upp dómarar sínar; allir kongar teirra eru falnir; ikki ein teirra kallar á Meg! Efra'im blandar seg við tjóðirnar; Efra'im er vorðin sum køka, ið ikki er vend. Fremmandir hava oytt kraft hansara men hann veit tað ikki; ja, hár hansara er gránað men hann veit tað ikki. Og hugmóð Ísraels vitnar móti tí beint í eyguni men tey venda ikki við til HARRAN Gud sín og søkja Hann ikki hóast alt hetta! Efra'im er vorðin sum tápulig dúva, hevur einki skil; teir rópa eftir Egyptalandi, leita til Assur. Men við tað sama sum teir fara, kasti Eg net Mítt yvir teir; sum fuglar himmalsins skal Eg draga teir niður; Eg skal tykta teir sum longu er samkomu teirra kunngjørt. Vei teimum, at tey rýmdu burt frá Mær! Oyðing yvir tey, aftur fyri at tey eru fallin frá Mær! Eg vildi endurloysa tey, men tey talaðu lygn móti Mær. Tey rópa ikki til Mín av hjarta, men liggja og vena seg á legu síni; tey savnast fyri at fáa korn og vín men frá Mær venda tey sær burtur. Tó eri tað Eg, sum havi lært tey upp, og sum havi givið ørmum teirra styrki men móti Mær hava tey ilt í huga. Tey venda sær men ikki móti hæddini; tey eru vorðin sum bogi, ið svíkur. Høvdingar teirra skulu falla fyri svørði, aftur fyri at tunga teirra er so frek; hetta skal verða teimum til spott í Egyptalandi! KAPITUL Fólkið hevur vrakað Harran og gingið eftir egnum lystum; tí gongst teimum illa. Set lúðurin fyri munnin! Sum ørn kemur fíggindin yvir hús HARRANS, aftur fyri at tey hava brotið sáttmála Mín og eru vikin frá lóg Míni. Teir rópa til Mín: ?Gud mín! Vit, Ísraelsmenn, kenna Teg!? Ísrael hevur vrakað signingina fíggindin skal elta tað! Teir hava valt sær kongar, ið ikki komu frá Mær; teir hava sett sær høvdingar, uttan at Eg vitsti av. Av silvuri og gulli sínum hava tey gjørt sær avgudamyndir so tey skuldu verða týnd! Viðurstygd er kálvur tín, Samaria! Vreiði Mín logar móti teimum. Hvussu leingi fara tey ikki at tola reinleika? Úr Ísrael er kálvurin jú komin, listarsmiður hevur gjørt hann, og hann er ikki Gud nei, í spønir skal hann fara, kálvur Samaria! Tí vind sáa tey, og storm skulu tey heysta; akur teirra fær eingi øks, grøði teirra gevur onga føði um hon gevur nakra, skulu fremmandir gloypa tí! Ísrael verður gloypt! Nú eru tey millum tjóðirnar sum tað, ið eingin leggur í. Tí teir fóru til Assur sum villesil, ið gongur sínar egnu leiðir; Efra'im tingar um elskhug; Men hvussu tey so tinga millum tjóðirnar, skal Eg nú savna tey hagar, og tey skulu fara at fækkast undir byrðum stórkongsins. Við tað at Efra'im hevur gjørt sær so mong altar at synda við, eru tey vorðin honum altar til synd. Um Eg so skrivi honum lógir Mínar í túsundtali, verða tær kortini roknaðar sum nakað fremmant! Sum offurgávur til Mín ofra tey kjøt, sum tey eta sjálv HARRIN tekur ikki ímóti teimum! Nú skal Hann minnast misbrot teirra og heimsøkja tey fyri syndir teirra tey skulu aftur til Egyptalands! Ísrael gloymdi skapara sín og bygdi sær borgir, og Juda bygdi nógvar víggirdar staðir; men Eg skal senda eld móti býum hansara, og hann skal oyða borgir hansara. KAPITUL Ísrael verður heimsøkt og følnar burt fyri fráfall sítt. Gleð teg ikki, Ísrael, rópa ikki av frøi, eins og tjóðirnar! Tí tú ert í hori vikin burtur frá Gudi tínum; á hvørjum treskiplássi hevur tú elskað skøkjuløn. Treskiplássið og vínpersan skulu ikki kunna føða tey, og vínið skal miseydnast hjá teimum. Tey skulu ikki verða búgvandi í landi HARRANS; nei, Efra'im skal fara aftur til Egyptalands, og í Assur skulu tey eta tað, ið óreint er. Tey skulu ikki ofra vín sum drykkjuoffur til HARRAN, og sláturoffur teirra skulu ikki vera Honum til gleði; sum sorgarbreyð skulu tey vera teimum; øll, ið eta tað, skulu verða órein; tí breyð sítt hava tey fyri seg sjálv, tað kemur ikki í hús HARRANS. Hvat fara tit at gera halgidagin, hátíðardag HARRANS? Tí um tey so sleppa undan oyðingini, skal Egyptaland savna tey, Memfis jarða tey; silvurstás teirra skulu notur taka í ogn, og tornir skulu vaksa í tjøldum teirra. Komnir eru heimsøkingardagarnir, komnir eru afturløningardagarnir Ísrael skal fáa tað at kenna: Dári er profeturin, frá sær sjálvum er maður andans tí misbrot títt er so stórt, og fíggindskapur tín so sterkur. Efra'im hyggur eftir øðrum gudum enn Gudi mínum; profeturin er fuglamannasnerra á øllum leiðum hansara, berur fíggindskapur í húsi Guds hansara. Tey eru sokkin djúpt í spillu sum hina ferð í Gibea; Hann skal minnast misgerð teirra, Hann skal heimsøkja tey fyri syndir teirra. Sum vínber í oyðimørkini fann Eg Ísrael; sum fyrsta ávøkstin á fikutræi, fyrst ið tað fer at bera ávøkst, sá Eg fedrar tykkara; men táið teir komu til Ba'al-Peor, vígdu teir seg til avgudadýrkan og vórðu andstyggiligir eins og hann, ið teir elskaðu! Dýrd Efra'ims skal flúgva burt eins og fuglur eingin skal har eiga barn ella ganga við barni ella verða við barn. Ja, um tey so uppfostra sær børn, skal Eg gera tey barnleys, so einki menniskja verður eftir tí vei teimum, táið Eg vendi teimum bakið! Efra'im er tað, sum Eg havi sæð Týrus vera, plantað á ong men Efra'im noyðist at leiða børn síni út til bøðilin. Gev teimum, HARRI ja, hvat skalt Tú geva teimum? Gev teimum móðurlív, ið hitta reis, og mjólkarleys bróst! Allur óndskapur teirra er savnaður í Gilgal; ja, har havi Eg fingið hatur til teirra; aftur fyri ónda atburð teirra skal Eg reka tey burt úr húsi Mínum; Eg skal ikki elska tey longur, tí allir høvdingar teirra seta seg upp móti Mær. Efra'im er ormetin; rót teirra er uppturkað, ávøkst skulu tey ikki bera; um so tey fáa børn, skal Eg drepa dýru lívsfrukt teirra. Gud mín skal vraka tey, aftur fyri at tey hava ikki lurtað eftir Honum, og tey skulu flakka heimleys um millum tjóðirnar. KAPITUL Dómur yvir syndir Ísraels fyrr og nú. Ísrael var víntræ, ið vaks væl, og sum bar ávøkst; tess meiri ávøkst hann bar, tess fleiri altar reisti hann; tess betur landi hansara gekst, tess vakrari merkissteinar gjørdi hann sær. Hjarta teirra var falskt nú skulu tey bøta; Hann skal bróta niður altar teirra og forkoma merkissteinum teirra. Ja, nú skulu tey siga: ?Vit hava ongan kong; tí HARRAN hava vit ikki óttast, og kongur, hvat kann hann gera fyri okkum!? Tey hava talað tóm orð, svorið rangt, gjørt sáttmála og rætturin sprettur upp, sum eitururtir úr foyrum akursins! Um kálv Bet-Avens eru tey í angist, sum í Samaria búgva; ja, fólk hansara syrgir um hann, og avgudaprestar hansara skelva um hann, um dýrd hansara, tí hon er flutt burtur frá teimum. Eisini hann skal verða fluttur til Assur, sum gáva til Jareb kong; skomm skal Efra'im heysta, og Ísrael skal skammast yvir ráð sítt. Kongur Samaria skal hvørva sum træflís oman á vatninum. Og offurheyggjarnir í Aven synd Ísraels skulu verða lagdir í oyði; tornir og tistlar skulu vaksa upp á altarum teirra, og tey skulu siga við fjøllini: ?Fjalið okkum!? og við heyggjarnar: ?Fallið yvir okkum!? Líka frá døgum Gibea hevur tú syndað, Ísrael! Har eru tey vorðin standandi, og bardagin móti illgerðarmonnum Gibea hevur ikki nátt tey. Eg skal tykta tey, sum Meg lystir, og fólkasløg skulu savnast ímóti teimum, táið Eg bindi tey við bæði misbrot teirra. Efra'im er vand kvíga, sum fegin vil treskja; men Eg leggi ok á vakra háls hennara; Eg skal seta Efra'im fyri plógvið, Juda skal pløga, Jákup skal harva. Sáið tykkum sáð í rættvísi, fáið tykkum heyst eftir boði kærleikans, takið tykkum nýtt land at arbeiða! Tí nú er tíð at søkja HARRAN, inntil Hann kemur og letur regna rættvísi niður yvir tykkum. Tit hava pløgt gudloysi, tit hava heystað órætt, tit hava etið ávøkst av lygnini tí tú hevur sett álit títt á atburð tín og hinar nógvu kappar tínar! Tí skal gnýggj av bardaga hoyrast í ættum tínum, og øll verndarvirki tíni skulu verða oydd, eins og Salman oyddi Bet-Arbel ófriðardagin, táið bæði møður og børn vórðu sorað sundur. Slíkt skal Betel volda tykkum fyri stóra óndskap tykkara; táið lýsir av degi, er úti, so heilt úti, við kongi Ísraels. KAPITUL Hjartalag Guds móti hinum fráfalna Ísrael. Táið Ísrael var ungur, var hann Mær kærur, og úr Egyptalandi kallaði Eg son Mín. Men tess meir ið rópt er eftir teimum, tess longur burtur eru tey farin; tey ofra til Ba'alarnar og brenna roykilsi fyri hinum útskornu myndunum. Og tó var tað Eg, ið lærdi Efra'im at ganga og tók tey á armarnar; men tey dugdu ikki at skilja, at Eg grøddi tey. Við menniskjabondum dró Eg tey, við kærleikstogum; Eg var teimum sum tann, ið lyftir upp okinum á kjálkanum, og Eg gav honum føði. Hann skal ikki fara aftur til Egyptalands, nei, Assur skal vera kongur hansara tí tey vildu ikki venda við! Svørðið skal leika í býum hansara, bróta sláir hansara og eta um seg aftur fyri óndu ráð teirra! Tí fólk Mítt vil ikki geva uppat við fráfalli sínum frá Mær, og biður onkur tey venda sær móti hæddini, er ikki ein, sum lyftir eyganum uppeftir. Hvussu kann Eg heilt sleppa tær, Efra'im, lata teg fara, Ísrael! Hvussu kann Eg geva teg upp sum Adma, gera við teg sum við Zebojim! Hjartað vendir sær í Mær, og Mær tykist so synd í tær sum nakrantíð! Eg lati teg ikki kenna alla brennandi vreiði Mína, Eg oyði ikki uppaftur Efra'im; tí Eg eri Gud og ikki menniskja, hin Heilagi mitt í tær Eg komi ikki við gløðandi vreiði! HARRAN skulu tey halda seg til, Hann skal brøla sum leyva, ja, Hann skal brøla, og skelvandi skulu børn Hansara koma frá havinum; skelvandi sum fuglar skulu tey koma úr Egyptalandi, sum dúvur úr Assurslandi, og Eg skal lata tey búgva í húsum teirra sigur HARRIN. KAPITUL Fólkið er ikki sannhjartað; tí má tað heysta ilt. Efra'im hevur kringsett Meg við lygn, og hús Ísraels við sviki; og Juda stendur enn Gudi ímóti, hinum trúfasta Heilaga. Efra'im stundar eftir vindi og stevnir eftir eystanstormi; allan dagin dungar hann saman lygn og yvirgang; teir gera sáttmála við Assur, fara til Egyptalands við olju. HARRIN hevur søk við Juda, og Hann skal heimsøkja Jákup fyri atburð hansara, løna honum fyri verk hansara. Í móðurlívi helt hann í hæl bróður síns, og í manndómsmegi síni bardist hann við Gud. Hann bardist við eingilin og vann; hann græt og bað hann um náði; í Betel møtti Hann honum, og har talaði Hann við okkum HARRIN Gud herskaranna; HARRIN er navn Hansara. Og tú, til Gud tín skalt tú venda aftur; halt fast við miskunn og rætt, og bíða altíð eftir Gudi tínum! Kána'an* følsk vekt er í hond hansara; at gera órætt, tað er tað, ið honum dámar. Og Efra'im sigur: ?Ja, eg eri vorðin ríkur, havi vunnið mær góðs; men í øllum strevi mínum skal eingin kunna finna nakran órætt, nakra synd!? Men Eg eri HARRIN Gud tín úr Egyptalandi; Eg skal aftur lata teg búgva í tjøldum sum hátíðardagarnar. Eg havi talað til profetarnar, latið teir sæð sjónir í hópatali; við profetunum havi Eg talað í líknilsum. Er Gilead fult av misgerðum, skulu tey eisini verða til púrt einki; hava teir ofrað tarvar í Gilgal, skulu eisini altar teirra verða sum grótrúgvur fram við foyrum akursins. Jákup flýddi til Áramsland, Ísrael tænti fyri konu; fyri at vinna konu røktaði hann seyð. Við profeti leiddi HARRIN Ísrael út av Egyptalandi, og við profeti røktaði Hann tað. Efra'im hevur vakt beiska vreiði; tí skal Harri hansara lata blóðskyld hansara koma yvir hann og lata háð hansara falla aftur á hann sjálvan. KAPITUL Avgudadýrkan og ótakksemi Ísraels. Dómur tess. Táið Efra'im talaði, ræddust øll; hann var høvdingi í Ísrael; men so dró hann skyld oman yvir seg við at dýrka Ba'al og doyði. Og nú halda tey á at synda og gera sær stoyptar myndir av silvuri sínum, avgudar, eftir sum tey sjálv hugsa sær upp alt samalt verk listarsmiða! Slíkar biðja tey til! Menniskju, sum ofra, kyssa kálvar! Tey skulu tí verða sum morgunskýggj, sum døggin, ið tíðliga svinnur burt, sum dumba, ið fyri vindinum fýkur av treskiplássinum, og sum roykur úr ljóara. Men Eg eri HARRIN Gud tín úr Egyptalandi, og annan gud enn Meg kennir tú ikki; annar frelsari finst ikki. Tað var Eg, sum sá tær til góða í oyðimørkini, í hinum glóðheita landi. Av tí at beiti teirra var gott, vórðu tey mett; og táið tey vórðu mett, varð hjarta teirra stolt, og so gloymdu tey Meg. Tá varð Eg teimum sum leyva; sum leopardur lúri Eg við vegin; Eg leypi á tey sum bjørn, ið ungarnir eru tiknir frá, og skræði sundur bróst teirra; Eg gloypi teimum sum honleyva; hini villu dýrini á markini skulu slíta tey sundur. Tað er tað, ið forkemur tær, Ísrael, at tú ert ímóti Mær, Mær, sum eri hjálp tín! Hvar er tá kongur tín! Lat hann frelsa teg í øllum býum tínum! Og dómarar tínir, sum tú segði um: ?Gev mær kong og høvdingar!? Eg gevi tær kong í vreiði Míni og taki hann burtur aftur í bræði Míni. Samanbundið er misbrot Efra'ims, synd hansara er goymd. Verkir skulu koma á hann sum á barnakonu. Hann er óvísur sonur; táið stundin er, kemur hann ikki fram í burðarliðin. Úr valdi deyðaríkisins skal Eg frelsa tey, úr deyðanum skal Eg loysa tey út. Deyði, hvar er pestur tín! Deyðaríki, hvar er sótt tín! Angur er loyndur fyri eygum Mínum. Tí hann ber ávøkst, har hann stendur millum brøður sínar. Men eystanstormur kemur, veður HARRANS, sum stígur upp í oyðimørkini, og brunnur hansara verður tómur, kelda hansara tornar upp; hann* rænir allan skattin, alt, ið dýrabart er. KAPITUL Lyfti um frelsu. Samaria skal bøta fyri, at tað hevur sett seg upp ímóti Gudi sínum; fyri svørði skulu tey falla; smábørn teirra skulu verða sorað sundur, og kvinnurnar, ið eru við barn, skulu verða kruvdar. Vend við Ísrael, til HARRAN Gud tín! Tí tú ert fallið við misbroti tínum. Takið orð við tykkum og vendið við til HARRAN! Sigið við Hann: ?Fyrigev alla misgerð, ver náðigur, so skulu vit gjalda Tær við ávøksti varra okkara! Assur skal ikki hjálpa okkum, á hestum skulu vit ikki ríða, og vit skulu ikki uppaftur siga við handaverk okkara: ?Gud okkara!? Tí hjá Tær er tað, hin faðirleysi finnur miskunn!? Eg skal grøða fráfall teirra, Eg skal elska tey av fríum huga; tí vreiði Mín hevur vent sær frá teimum. Eg skal vera Ísrael sum døggin; hann skal blóma sum liljan, og hann skal skjóta røtur sum skógur Libanons. Kvistar hansara skulu breiða seg víða um; hann skal vera sum oljutræ í vakurleika og anga sum Libanon. Tey, sum sita í skugga hansara, skulu aftur heysta korn og blóma sum víntræið; minnið um hann skal vera sum vín Libanons. Efra'im! Hvat havi Eg longur við avgudar at gera! Eg skal bønhoyra hann og venda Mær til hansara; Eg eri sum grønt sypristræ; síggjast skal, at ávøkstur tín kemur frá Mær. Hvør er vísur, so hann dugir at skilja hetta, vitigur, so hann leggur sær tað á hjarta? Tí vegir HARRANS eru rættir, og hini rættvísu ganga á teimum, men brotsmenn snáva á teimum. Bræv Jákups KAPITUL Signing trongdanna, Freisting er frá okkum sjálvum, ikki frá Gudi, Um at vera gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess, Hin sanna gudsdýrkan, Jákup, tænari Guds og Harrans Jesu Krists, heilsar hinum tólv ættum í sundurspreiðingini. Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar! Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol. Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum! Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki so skal hann verða honum givin! Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum. Ikki má tað menniskja hugsa, at tað skal fáa nakað frá Harranum slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum. Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er, og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi. Sólin kemur upp við hita sínum og svíður grasið av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki útsjóndar hennara verður til einkis. Soleiðis skal eisini hin ríki følna á leiðum sínum. Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann. Eingin sigi, táið hann verður freistaður: ?Eg verði freistaður av Gudi?! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan. Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða. Villist ikki, elskaðu brøður mínir! Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá. Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga Hansara. Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði! Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi. Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara! Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess við tí dára tit tykkum sjálvar! Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli. Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út. Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins hann skal vera sælur í verki sínum. Um onkur heldur seg dýrka Gud og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt gudsdýrkan hansara er til einkis. Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum. KAPITUL Áminning um ikki at gera mannamun, Trúgv uttan verk er deyð og ónýt, Brøður mínir! Trúgv tykkara á Harra okkara Jesus Kristus, hin dýrmæta, fylgist ikki við mannamuni! Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: ?Set tú teg her í gott sæti!? men siga við hin fátæka: ?Statt tú har!? ella: ?Set teg her niðri við fótaskammul mín!? eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum! Hoyrið, elskaðu brøður mínir: Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann! Men tit hava vanært hin fátæka! Eru tað ikki hinir ríku, ið kúga tykkum, og eru tað ikki teir, ið draga tykkum fyri dómstólarnar! Eru tað ikki teir, ið spotta hitt góða navn, ið tit eru nevndir við! Vissuliga uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan? so gera tit væl. Men gera tit mannamun, synda tit og verða av lógini revsaðir sum lógbrótarar. Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum. Hann, sum segði: ?Tú mást ikki dríva hor?, segði eisini: ?Tú mást ikki drepa.? Um tú nú ikki drívur hor, men drepur, ert tú vorðin lógbrótari. Talið so og gerið so sum teir, ið skulu verða dømdir eftir lóg frælsisins! Tí dómurin er honum miskunnarleysur, sum hevur ikki víst miskunn; men miskunn stígur djørv upp móti dóminum. Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann! Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin, hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: ?Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!? um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar! Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari! Men nú sigur onkur: ?Tú hevur trúgv?? Og eg havi verk! Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna! Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við og skelva! Men vilt tú vita tað, tóma menniskja, at trúgvin uttan verk er ónýt! Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av verkum, táið hann ofraði son sín Ísak á altarinum! Tú sært, at trúgvin virkaði saman við verkum hansara, og at við verkunum varð trúgvin fullkomin! Og skriftin gekk út, sum sigur: ?Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi?, og hann varð kallaður vinur Guds. Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina. Á sama hátt Rahab, skøkjan varð hon ikki rættvísgjørd av verkum, táið hon tók ímóti sendimonnunum og læt teir fara burt aðra leið! Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk. KAPITUL Misbrúk tungunnar, Hin sanni vísdómur, Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm. Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum. Táið vit leggja hestunum boksl í munn, fyri at teir skulu akta okkum, so stýra vit eisini øllum likami teirra. Hyggið eisini skipini! Tóat tey eru so stór og verða rikin av hørðum vindum, verða tey tó av lítlum róðri stýrd, hagar stýrimaðurin vil. Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á! Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva! Øll náttúra, bæði dýra og fugla, bæði skriðdýra og havdýra, verður tamd og er tamd av náttúru menniskjanna; men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri! Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds! Úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera! Gevur keldan úr sama uppspringi søtt vatn og beiskt vatn! Kann fikutræ, brøður mínir, bera oljuber, ella víntræ fikur! Líka lítið kann sølt kelda geva søtt vatn. Hvør er vísur og skilagóður tykkara millum? Hann vísi við góðum atburði verk síni í spakføri vísdóms! Men hava tit beiska øvund og hug til stríð í hjørtum tykkara, so rósið tykkum ikki og lúgvið ikki móti sannleikanum! Hesin ?vísdómur? kemur ikki omanfrá, men er av jørðini, av náttúruni, av illum andum. Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er. Vísdómurin omanfrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu og ikki bert eiti. Og ávøkstur rættvísinnar verður í friði sáaður teimum, sum fáa frið í lag. KAPITUL Ávaring móti girndum, sum elva stríð, Móti at býta hjartað millum Gud og heimin, Móti at baktala og døma, Móti holdligari trygd, Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara! Tit tráa og hava ikki; tit drepa og bera øvund og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki; tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara. Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds. Ella halda tit skriftina tala fáfongt? Eftir heilum huga tráar Andin, Hann hevur givið bústað í okkum, men tess størri er náðin, Hann gevur! Tí sigur skriftin: ?Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.? Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum! Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu! Kennið neyð tykkara, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist í sorg, og verðið tung í staðin fyri glað! Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt! Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara. Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín! Og nú, tit sum siga: ?Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!? tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur. Í tann stað skuldu tit sagt: ?Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!? Men nú rósa tit tykkum í reypi tykkara. Alt slíkt rós er ónt. Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd. KAPITUL Hóttan móti hinum ríku kúgarum, Áminning til hini kúgaðu um at bera trongdirnar við toli, Um bøn fyri sjúkum og um at játta syndir hvør fyri øðrum, Um at rættleiða tann, ið villist frá sannleikanum, Nú, tit ríku! Grátið og gremjið tykkum um vanlukkurnar, ið yvir tykkum koma! Ríkdómur tykkara er rotnaður, og klæði tykkara eru møletin; gull og silvur tykkara rustar burtur, og rustur teirra skal vera til vitnisburð móti tykkum og eta hold tykkara sum eldur tit hava savnað skattir á síðstu døgum! Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots. Tit hava livað í sællívi á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava unt hjarta tykkara góðgæti eins og sláturdag. Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímóti. So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn. Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær! Suffið ikki hvør móti øðrum, brøður, fyri at tit skulu ikki verða dømdir! Dómarin stendur fyri durunum! Brøður! Takið profetarnar, sum talaðu í navni Harrans, til fyridømi í at líða ilt og vera tolnir! Vit prísa jú tey sæl, sum hava hildið út. Tit hava hoyrt um tol Jobs og vita um útgongdina, ið Harrin gjørdi; tí Harrin er sára náðiríkur og miskunnsamur. Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei fyri at tit skulu ikki falla undir dómin! Líður nakar av tykkum ilt hann biði! Er nakar glaður hann syngi lovsong! Er nakar av tykkum sjúkur hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans. Og bønin, biðin í trúgv, skal hjálpa hinum sjúka; Harrin skal reisa hann upp, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar. Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft. Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir. Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína. Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda. Jeremias KAPITUL Yvirskrift, Jeremias verður kallaður, Orð Jeremiasar, sonar Hilkia, sum var ein av prestunum í Anatot í Benjaminslandi. Orð HARRANS kom til hansara á døgum Josiasar, kongs í Juda, sonar Amons, trettanda árið ið hann sat við stýrið, og síðani á døgum Jójakims, kongs í Juda, sonar Josiasar, líka til seinast á ellivta ári judakongs Zedekiasar, sonar Josiasar líka til íbúgvar Jerúsalems vórðu herleiddir í fimta mánaði. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: ?Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.? Men eg svaraði: ?Á Harri HARRI! Eg dugi jú ikki at tala, eg, sum so ungur eri!? Tá segði HARRIN við meg: ?Sig ikki: ?Eg eri so ungur!? Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala. Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! sigur HARRIN.? HARRIN rætti út hondina og nam við munn mín; og HARRIN segði við meg: ?Nú leggi Eg orð Míni í munn tín. Eg seti teg í dag yvir tjóðirnar og yvir ríkini, til at slíta upp og ríva niður, leggja í oyði og bróta niður, byggja og planta.? Nú kom orð HARRANS til mín; Hann segði: ?Hvat sært tú, Jeremias?? Eg svaraði: ?Eg síggi grein av mandlutræi.? Tá segði HARRIN við meg: ?Beint hevur tú sæð; tí Eg skal vakja yvir orði Mínum, so Eg lati tað ganga út.? Uppaftur kom orð HARRANS til mín; Hann segði: ?Hvat sært tú?? Eg svaraði: ?Eg síggi kókandi pott; hann er vendur higar úr norðri.? HARRIN segði við meg: ?Úr norðri skal vanlukkan koma kókandi yvir øll, sum í landinum búgva. Tí Eg sendi boð eftir øllum ættum fólkanna í ríkjunum í norðri sigur HARRIN og teir skulu koma og reisa hvør hásæti sítt uttan fyri portur Jerúsalems, móti øllum múrum tess rundanum og móti øllum býunum í Juda. Og Eg skal fella dóm yvir tey aftur fyri allan óndskap teirra at tey vendu Mær bakið, brendu roykilsi fyri øðrum gudum og tilbóðu handaverk síni. Gyrð tú tí nú lendar tínar og stíg fram og tala til teirra alt, ið Eg áleggi tær! Ver ikki ræddur fyri teimum, tí annars skal Eg gera teg ræddan fyri teimum! Og Eg geri teg í dag til víggirda borg, jarnstólpa og koparmúr móti øllum landinum, móti kongunum í Juda, høvdingunum og prestunum har og móti øllum fólkinum í landinum, so teir skulu ikki verða mentir at basa tær tóat teir fara at berjast móti tær; tí Eg eri við tær og skal hjálpa tær sigur HARRIN.? KAPITUL Harrin minnir Ísrael um trúskap teirra fyrr, Revsar tey fyri trúloysi teirra, Útvegirnir, ið tey royna at gera sær, skulu einki bata, Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Far og rópa Jerúsalem í oyruni: So sigur HARRIN: Eg minnist elskhug tín, táið tú vart ung, kærleik tín, meðan vit vóru trúlovað hvussu tú fylgdi Mær eftir í oyðimørkini, í landi, sum ikki verður sáað í; HARRANUM halgað var Ísrael, frumgróður Hansara; øll, ið ætlaðu at eta tað, noyddust at bøta; vanlukka kom á tey sigur HARRIN. Hoyrið orð HARRANS, tit av húsi Jákups og allar ættir Ísraels húss! So sigur HARRIN: Hvat rangvørgt hava fedrar tykkara funnið hjá Mær, síðani teir rýmdu langt burtur frá Mær og hildu seg til tómar gudar og gjørdust tómir sjálvir! Teir spurdu ikki: ?Hvar er HARRIN, sum flutti okkum út av Egyptalandi og leiddi okkum í oyðimørkini, í landi við heiðum og gjáum, landi við turki og deyðaskugga, landi, sum eingin maður hevur ferðast um, og einki menniskja búð í?? Eg leiddi tykkum inn í landið við hini ríku grøði, so tit sluppu at eta av ávøksti tess og góða; men táið tit komu inn hagar, gjørdu tit land Mítt óreint og arvalut Mín til viðurstygd. Prestarnir søgdu ikki: ?Hvar er HARRIN?? Teir, ið fingust við lógina, kendu Meg ikki; hirðarnir fullu frá Mær, og profetarnir profeteraðu í navni Ba'als og hildu seg til teirra, sum ikki eru mentir at hjálpa. Tí liggi Eg enn í søk við tykkum sigur HARRIN ja, við barnabørn tykkara fari Eg at liggja í søk! Tí farið yvir til Kitteaoyggjar og vitið, sendið boð til Kedar og kannið gjølla eftir vitið, um nakað slíkt hevur hent! Man nakað heidningafólk hava skift gudar! Og teir eru ikki gudar! Men fólk Mítt hevur latið dýrd sína* fyri tað, ið einki nyttar! Verðið ovfarnir av hesum, tit Himlar, óttist og latið ræðslu falla á tykkum! sigur HARRIN. Tí tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni. Man Ísrael vera trælur! Man hann vera heimaføddur trælur! Hví er hann vorðin til rán? Ungar leyvur brølaðu móti honum; tær lótu rødd sína ljóða, og tær gjørdu land hansara til oyðimørk; býir hansara vórðu brendir, so eingin býr í teimum. Eisini synir Nof og Tapenes royttu skallan á tær. Tað, at tú vendi HARRANUM Gudi tínum bakið, táið Hann vildi leiða teg á vegnum man tað ikki vera tað, ið hevur volt tær hetta! Hví tekur tú tá nú leiðina til Egyptalands og ætlar at drekka vatn úr Sihor?* Hví tekur tú leiðina til Assýria og ætlar at drekka vatn úr Ánni?** Óndskapur tín er tað, ið tyktar teg, og fráføll tíni eru tað, ið straffa teg; kenn tí og síggj, at tað er ónt og beiskt, at tú vendir HARRANUM Gudi tínum bakið, og at ótti fyri Mær ikki er komin á teg! sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna. Tí longu í gomlum døgum breytst tú ok títt, sleitst sundur bond tíni. Tú segði: ?Eg vil ikki tæna!? Men á hvørjum høgum heyggi og undir hvørjum grønum træi legðist tú niður og horaðist. Og Eg hevði tó plantað teg sum valavíntræ, av útvaldum slagi, allan sum tú vart! Hvussu ert tú tá vorðin Mær umskaptur til villar kvistar av fremmandum víntræi? Um tú so vaskar tær í lúti og nýtir nógva sápu, skal tó misgerð tín vera órein fyri ásjón Míni sigur Harrin HARRIN. Hvussu fært tú sagt: ?Eg havi ikki dálkað meg, eg havi ikki hildið meg til Ba'alarnar?? Hygg leið tín í dalinum, kenn, hvat tú hevur gjørt, lættføtta kamelryssa tín, sum rennur higar og hagar! Lík villesli, ið er vant við oyðimørkina, er hon um at missa ondina av girnd síni; lyst hennara hvør fær tamt hann! Allir, ið leita til hennara, sleppa frá at renna seg móðar; í mánaði hennara finna teir hana. Lat ikki fót tín verða beran og ikki háls tín tystan! Men tú svarar: ?Tosa ikki við meg! Nei, eg elski fremmandar, og teir haldi eg meg til!? Sum tjóvurin má skammast, táið hann verður tikin, má hús Ísraels skammast, tey sjálv, konur teirra, høvdingar teirra, prestar teirra og profetar teirra tey, sum siga við træsprek: ?Tú ert faðir mín!? og við stein: ?Tú hevur føtt meg!? Tí bakið og ikki andlitið hava tey vent Mær! Men í vanlukkutíð síni, tá siga tey: ?Reis Teg og hjálp okkum!? Hvar eru tá gudar tínir, teir, ið tú gjørdi tær! Lat teir fara á føtur, um teir eru menn fyri at hjálpa tær í vanlukkutíð tíni! Tí so mangir sum býir tínir eru, so mangir eru gudar tínir vorðnir, Juda! Hví træta tit við Meg, tit, sum jú øll somul eru fallin frá Mær? sigur HARRIN. Einki batti, at Eg sló børn tykkara; tey tóku ikki við tykt; sum oyðandi leyva gjørdi svørð tykkara enda á profetum tykkara. Á ættarlið! Gev orði HARRANS gætur! Havi Eg verið Ísrael oyðimørk ella land bølamyrkurs! Hví sigur fólk Mítt: ?Vit hava gjørt okkum leys, vit koma ikki aftur til Tín!? Man moyggin gloyma stás sítt, brúðurin belti sítt! Men ótaldar dagar hevur fólk Mítt gloymt Meg. Hvussu væl dugir tú ikki at leggja leiðina at leita eftir kærleika! Tí hevur tú eisini vant teg til ónt í atburði tínum. Á klædnafaldi tínum situr enntá blóð av sakleysum fátækum; ikki tókst tú tey í innbroti, nei, tað komst av øllum hesum.* Og tó sigur tú: ?Eg sleppi undan straff; vissuliga hevur vreiði Hansara vent sær frá mær!? Nei, Eg skal draga teg fyri dóm, aftur fyri at tú sigur: ?Eg havi ikki syndað.? Hví rennur tú so um og skiftir leið tína? Tú skalt verða til skammar av Egyptalandi við, eins og tú vart til skammar av Assýria! Eisini haðani skalt tú fara við hondunum á høvdinum;* tí HARRIN hevur vrakað teir, ið tú lítur á; tú skalt onga eydnu hava við teimum. KAPITUL Meiri um trúloysi Ísraels, Harrin biður tey koma aftur til Sín, lovar teimum náði, Fólkið gremur seg í vónloysi, Sagt er: ?Táið maður rekur frá sær konu sína, og hon so fer frá honum og giftist við øðrum manni, kann hann tá uppaftur koma til hennara! Hevði landið ikki verðið vanhalgað av hesum!? Og tú tú hevur drivið hor við mongum ástvinum og skuldi kortini komið aftur til Mín! sigur HARRIN. Lyft upp eygunum til hinar naknu hæddir og hygg hvussu hevur tú ikki latið teg vanæra! Við vegirnar satst tú og bíðaði eftir teimum, eins og Arabari í oyðimørkini, og við hori og óndskapi tínum vanhalgaði tú landið. Tá vórðu skúrirnir hildnir aftur, og várregnið kom ikki; men tú hevði horkvinnupannu, tú vildi ikki skammast. Hevur tú ikki júst nú rópt til Mín: ?Faðir mín! Tú ert ungdómsvinur mín!? ?Man Hann fara at goyma vreiði Sína í allar ævir og vera illur til ævigar tíðir?? Ja, so sigur tú, men tú gert tað illa kortini, og tú fært tað í lag. Meðan Josias sat sum kongur, segði HARRIN við meg: Hevur tú sæð, hvat Ísrael, handa fráfalna kvinnan, hevur gjørt? Hon fór niðan á hvørt høgt fjall og inn undir hvørt grønt træ og horaðist har. Eg hugsaði nú, at táið hon hevði gjørt alt hetta, fór hon at koma aftur til Mín. Men hon kom ikki aftur, og tað sá hin trúleysa, systir hennara, Juda. Og Eg sá, at hóast Eg hevði rikið hina fráfalnu, Ísrael, burt og givið henni skilnaðarbræv, av tí at hon hevði drivið hor, óttaðist hin trúleysa, systir hennara, Juda, kortini ikki, men fór og dreiv hor hon við. Við freka hori sínum vanhalgaði hon landið; hon dreiv hor við steini og træi. Og alt hetta fekk tó ikki hina trúleysu, systur hennara, Juda, at koma aftur til Mín av øllum hjarta sínum nei, bert av eiti, sigur HARRIN. Og HARRIN segði við meg: Hin fráfalna, Ísrael, hevur prógvað seg at vera rættvísari, enn hin trúleysa, Juda. Far og kunnger hesi orð norðureftir sig: Kom aftur, Ísrael, tú hin fráfalna! sigur HARRIN; Eg skal ikki hyggja við vreiði á teg, tí Eg eri náðigur sigur HARRIN Eg goymi ikki vreiði í allar ævir. Tú skalt bert ganga við misbrot títt, at tú ert fallin frá HARRANUM Gudi tínum og hevur á ymsum leiðum strokið um til hinar fremmandu gudar, inn undir hvørt grønt træ; eftir rødd Míni hava tit ikki lurtað sigur HARRIN. Komið aftur, tit fráfalnu børn! sigur HARRIN; tí Eg eri Harri tykkara, og Eg skal taka tykkum, eitt úr hvørjum býi og tvey av hvørji ætt, og flyta tykkum til Zion. Eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta Mínum; teir skulu røkta tykkum við skili og vísdómi. Táið tit verða stórt fólk og fjølment í landinum á teimum døgum sigur HARRIN skal ikki longur verða tosað um sáttmálaørk HARRANS ella hugsað um hana; hon skal ikki verða minst, ei heldur saknað, og eingin slík ørk skal verða gjørd aftur. Tá skal Jerúsalem verða rópt ?hásæti HARRANS?, og har skulu allar tjóðir koma saman um navn HARRANS í Jerúsalem; tær skulu ikki longur lata seg leiða av ónda, harða hjarta sínum. Á teimum døgum skal hús Juda fara til hús Ísraels, og saman skulu tey koma úr Norðurlandi til landið, ið Eg gav fedrum tykkara at eiga. Og Eg, sum segði: ?Hvussu høgt skal Eg ikki seta teg millum børnini og geva tær yndisligt land, hin dýrasta arvalutin millum fólkini?! Og framvegis segði Eg: ?Tit skulu rópa Meg Faðir og ikki venda tykkum burt frá Mær.? Men sum kvinna er vini sínum ótrúgv, hava tit verið Mær ótrúgv, hús Ísraels! sigur HARRIN. Rødd hoyrist á hinum naknu heyggjum tað eru Ísraelsmenn, ið gráta og biðja; tí teir hava gingið óndar leiðir, teir hava gloymt HARRAN Gud sín. Komið aftur, tit fráfalnu børn! Eg skal grøða fráføll tykkara. ?Ja, vit koma til Tín, tí Tú ert HARRIN Gud okkara! Vissuliga, tómt var at halda gang á heyggjunum, vissuliga, í HARRANUM Gudi okkara er frelsa Ísraels! Men hatta skammiliga* hevur líka frá ungdómi okkara etið upp vinningin av arbeiði fedra okkara, smáfæ og neyt teirra, synir og døtur teirra! Lat okkum liggja í vanæru okkara, og lat skomm okkara fjala okkum! Tí móti HARRANUM Gudi okkara hava vit syndað, vit og fedrar okkara, frá ungdómi okkara líka til henda dag, og vit hava ikki lurtað eftir tí, sum HARRIN Gud okkara hevur sagt!? KAPITUL Harrin biður Ísrael koma aftur til Sín, Fíggindin skal koma yvir tey og forkoma teimum, Profeturin gremur seg um vanlukkuna, ið kemur yvir fólkið, Um tú umvendir teg, Ísrael sigur HARRIN skalt tú sleppa aftur til Mín; og tekur tú viðurstygdir tínar burt frá ásjón Míni, skalt tú ikki flakka heimleyst um. Svørt tú: ?So satt sum HARRIN livir!? í sannleika, við rætti og rættvísi, skulu fólkasløg signa seg í Honum og rósa sær av Honum. Ja, so sigur HARRIN við Judamenn og við Jerúsalem: Takið tykkum nýggja mark at velta í, og sáið ikki millum tornir! Umskerið tykkum fyri HARRANUM, fáið burt yvirhúð hjarta tykkara, tit Judamenn og tit, sum í Jerúsalem búgva so ikki vreiði Mín brýtur út sum eldur og brennur so, at eingin fær sløkt hana, aftur fyri ringa atburð tykkara! Kunngerið í Juda og boðið í Jerúsalem og sigið: ?Blásið í horn í landinum!? Rópið, alt tað tit eru mentir, og sigið: ?Savnið tykkum saman, og latið okkum fara inn í hinar víggirdu staðir!? Reisið upp hermerki, tann vegin sum Zion liggur, flýggið og steðgið ikki! Tí Eg lati vanlukku koma norðaneftir, mikla oyðing. Leyva hevur reist seg, haðani sum hon lá millum runnarnar, fólkaoyðari er hildin avstað, er farin heimanfrá, at gera land títt til oyðimørk; býir tínir skulu verða lagdir í oyði, so eingin býr har. Sveipið tykkum tí í syrgibúna, venið tykkum og rópið! Tí brennandi vreiði HARRANS hevur ikki vent sær frá okkum. Tann dag sigur HARRIN skal vit kongsins og høvdinganna svíkja, prestarnir skulu ræðast, og ótti skal fylla profetarnar. Tá segði eg: ?Á Harri HARRI! Tað er vist, at illa hevur Tú svikið hetta fólk og Jerúsalem, táið Tú segði: ?Tit skulu hava frið!? Nú er jú svørðið komið líka at sálini!? Tá skal verða sagt um hetta fólk og um Jerúsalem: Glóðheitur vindur av hinum naknu hæddum í oyðimørkini blæsur á dóttur fólks Míns, ikki til at kasta ella reinsa korn við; nei, harðari vind enn so skal Eg lata koma; nú skal Eg eisini fella dóm yvir tey. Ja, sum skýggj kemur hann,* og sum harðveður eru vagnar hansara; hestar hansara eru kvikari enn ørnir vei okkum, tað er úti við okkum! Vaska óndskapin av hjarta tínum, Jerúsalem, so tú kanst verða frelst! Hvussu leingi fara hasar syndafullu hugsanir at búgva innan í tær? Úr Dan hoyrist rødd við tíðindum, av Efra'imsfjøllum ein, ið boðar ilt. Kunngerið tjóðunum tað, boðið Jerúsalem tað: Menn koma úr landi langt burtur at kringseta býirnar í Juda, og teir lata rødd sína ljóða móti teimum. Sum vaktarar rundan um akur savnast teir móti tí rundanum; tí Meg hevur tað ikki viljað aktað sigur HARRIN. Atburður tín og gerðir tínar hava volt tær hetta; hetta er ávøkstur óndskapar tíns at tað er beiskt, at tað er komið tær líka at hjartanum. Innvølur mín, innvølur mín! Eg pínist! Á, veggir hjarta míns! Hjartað gevur seg í mær, eg fái ikki tagt! Tí lúðraljóð, herróp hevur tú hoyrt, sál mín! Oyðing oman á oyðing rópa tey um, ja, alt landið er lagt í oyði! Brádliga eru tjøld míni oydd, eftir eini løtu tjaldteppi míni. Hvussu leingi skal eg síggja hermerki og hoyra lúðraljóð? Ja, fólk Mítt er tápuligt, tað kennir ikki Meg; tey eru býtt børn, skil er einki í teimum; tey eru vís til at gera tað, ið ilt er, men at gera gott hava tey ikki vit til. Eg sá jørðina men nei, hon var oyðin og tóm; eg hugdi upp móti himli men ljós hansara var burtur. Eg sá fjøllini ja, og tey pipraðu, og allir heyggjarnir skulvu. Eg hugdi men nei, ikki eitt menniskja var eftir, og allir fuglar himmalsins vóru flognir burtur. Eg sá ja, og hin fruktbara mark var oyðimørk; og HARRIN brennandi vreiði Hansara hevði brotið niður allar býir hennara. Tí so sigur HARRIN: Oyðimørk skal alt landið verða men heilt gera enda á tí skal Eg ikki. Tí skal jørðin syrgja, og himmalin haruppi verða svartur; tí Eg havi talað og viljað tað so, og Eg angri tað ikki og taki tað ikki aftur. Undan gangi hestmanna og bogamanna flýggjar hvør býur; tey leita inn í skógirnar og fara niðan í fjøllini; hvør býur er fólkatómur, ikki eitt menniskja býr har. Og tú táið tú verður oydd, hvat fert tú tá at gera? Um tú klæðir teg í purpur, um tú pyntar teg við gullstási, um tú gert eyguni stór við liti til einkis gert tú teg fagra, ástvinirnir skoyta ikki um teg, teir liggja tær eftir lívinum! Tí eg hoyri róp sum frá kvinnu í barnsneyð, angistróp sum frá kvinnu, ið eigur barn fyrstu ferð; tað er dóttir Zion, ið rópar; hon gevur seg, hon rættir út hendurnar og sigur: ?Vei mær! Sál mín liggur undir fyri teimum, ið myrða.? KAPITUL Eingin sannleiki er í fólkinum, Tí kemur straffidómur Guds yvir tey, Men Ísrael vendir kortini ikki við, Gangið um á gøtum Jerúsalems og síggið og ansið eftir, leitið á torgunum, um tit finna nakran um nakar er, sum ger rætt, sum stevnir eftir sannleika! So skal Eg fyrigeva teimum. Nei um tey so siga: ?So satt sum HARRIN livir!? svørja tey rangt kortini. HARRI, er tað ikki sannleika, eygu Tíni leita eftir! Tú slóst tey, men tey kendu tað ikki; Tú legði tey í oyði, men tey vildu ikki taka við tykt; harðari enn grót gjørdu tey andlit sítt, tey vildu ikki venda við. Tá segði eg: ?Hetta eru bert smámenn teir bera seg at sum dárar, av tí at teir kenna ikki veg HARRANS, rætt Guds síns! Nú skal eg fara til hinar stóru og tosa við teir; tí teir kenna veg HARRANS, rætt Guds síns.? Men júst teir hava allir brotið sundur okið og slitið bondini! Tí skal leyvan úr skóginum sláa tey, úlvurin av heiðunum gera enda á teimum; leopardurin lúrir uttan fyri býir teirra; hvør tann, ið út úr teimum kemur, skal verða sundurskræddur. Tí mong eru brot teirra, mong í tali eru fráføll teirra. Hvussu skuldi Eg fyrigivið tær! Synir tínir hava vent Mær bakið og svorið um gudar, ið ikki eru gudar; og Eg mettaði teir, men teir drivu hor og tyrptust saman í horuhúsinum. Teir líkjast vælfóðraðum, graðum hestum; teir gneggja hvør eftir konu næsta síns. Skuldi Eg ikki straffað slíkt sigur HARRIN skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa! Farið upp á múrar hennara og oyðið men gerið ikki heilt enda á henni! Takið burtur greinar hennara, tí tær hoyra ikki HARRANUM til! Tí trúleyst hava tey borið seg at móti Mær, hús Ísraels og hús Juda sigur HARRIN. Tey hava avnoktað HARRAN og sagt: ?Hann er ikki til, og eingin vanlukka skal koma yvir okkum; vit skulu hvørki síggja svørð ella hungur! Og profetarnir skulu koma upp í vind, tí eingin er, sum talar í teimum!? So skal gangast teimum sjálvum! Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Aftur fyri at tit siga slíkt ja, so geri Eg orð Míni í munni tínum til eld og hetta fólk til við, og eldurin skal oyða tey. Eg lati tjóð úr fjarløgu koma yvir tykkum, hús Ísraels sigur HARRIN tjóð, ið er sterk, tjóð frá fornum døgum, tjóð tú dugir ikki mál hennara, og tú skilir ikki, hvat hon sigur. Pílahúsi hennara er sum opin grøv; allir eru teir kappar. Teir skulu eta upp korn títt og breyð títt, teir skulu forkoma sonum og døtrum tínum, teir skulu eta upp smáfæ títt og neyt tíni, teir skulu gera enda á víntræi og fikutræi tínum; hinar víggirdu staðir tínar, sum tú hevur til álit, skulu teir bróta niður við svørði. Men enntá á teimum døgum sigur HARRIN skal Eg ikki gera heilt enda á tykkum. Táið tit tá siga: ?Hví hevur HARRIN Gud okkara gjørt okkum alt hetta?? skalt tú siga við tey: ?Eins og tit vendu Mær bakið og tæntu fremmandum gudum í landi tykkara, so skulu tit eisini tæna fremmandum í landi, sum ikki er tykkara.? Kunngerið hetta í húsi Jákups, boðið tað í Juda sigið: Hoyr hetta, tú býtta fólk, sum einki vit hevur, tit, ið hava eygu, men síggja ikki, og oyru, men hoyra ikki: Vilja tit ikki óttast Meg? sigur HARRIN vilja tit ikki skelva fyri ásjón Míni? fyri Mær, sum havi sett sjónum sandin til mark, til ævigan garð, sum hann sleppur ikki um, so at aldurnar einki eru mentar, hvussu tær so bróta, ikki sleppa um hann, hvussu tær so brúsa. Men hetta fólk hevur ólýðið og treiskt hjarta; tey eru vikin av leið og eru farin burtur. Og tey hava ikki sagt í hjarta sínum: ?Latið okkum óttast HARRAN Gud okkara, sum gevur regn í rættari tíð, bæði heystregn og várregn, Hann, sum vissar okkum vikurnar, táið inn skal heystast!? Misgerðir tykkara hava volt, at hetta er komið í ólag; syndir tykkara hava hildið hinum góða burtur frá tykkum. Tí millum fólk Mítt finnast gudleys; tey leggja seg á lúr, húka eins og fuglamenn; tey seta snerrur og veiða menniskju. Sum búr er fult av fuglum, eru hús teirra full av sviki tí eru tey vorðin stór og rík! Tey eru vorðin feit, tey glinsa; tey eru so full av illum, at útav rennur. Teir døma í ongari søk ikki í søk hins faðirleysa, so teir fremja hana; og hinum fátæku hjálpa teir ikki at fáa rætt. Skuldi Eg ikki straffað slíkt! sigur HARRIN skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa! Ræðuligt og øgiligt er tað, sum í landinum verður gjørt: Profetarnir profetera lygn, og prestarnir stýra eftir ráðum teirra og fólk Mítt vil hava tað so! Men hvat ætla tit at gera, táið endin á hesum kemur? KAPITUL Vanlukkan má koma yvir Ísrael, sum herðir hjarta sítt, spottar orð Harrans og vil ikki venda við, Tey verða ámint um at fara hinar gomlu, góðu leiðir; men einki batar, Flýggið, tit Benjaminitar, burtur úr Jerúsalem, og blásið í horn í Tekoa, reisið upp merki í Bet-Hakkerem! Tí vanlukka hóttir norðaneftir, stór oyðing. Eg forkomi dóttur Zion, hini føgru, vandnu. Til hennara skulu koma hirðar við fylgjum sínum; teir reisa tjøldini rundan um hana, teir eta hvør sítt stykki av. Vígið tykkum til bardaga móti henni! ?Farið á føtur og latið okkum gera álop um middagin! Vei okkum, tí dagurin hallar, og kvøldskuggarnir leingjast! Farið á føtur og latið okkum gera álop á náttartíð, latið okkum leggja borgir hennara í oyði!? Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Fellið trø og laðið virkisvegg móti Jerúsalem! Hetta er býurin, ið heimsøktur skal verða; hann er fullur av yvirgangsverkum, allur sum hann er. Eins og brunnur goymir vatn sítt óspilt, goymir hann óndskap sín óbroyttan; yvirgang og herverk hoyrist um har, sár og sløg eru Mær altíð fyri eyga. Tak við ávaring, Jerúsalem, so sál Mín vendir sær ikki frá tær, so Eg geri teg ikki til oyðimørk, óbygt land! So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eftirleiting, eins og á víntræi, skal verða hildin á tí, sum eftir er av Ísrael. Rætt ferð eftir ferð út hondina, eins og táið ein hentar vínber av greinunum! Hvønn skal eg tosa við, og hvørjum skal eg vitna fyri, so tey hoyra! Oyru teirra eru jú óumskorin, so tey fáa ikki lurtað, ja, orð HARRANS er vorðið teimum til spott, tey vilja ikki vita av tí! Men eg eri fullur av vreiði HARRANS, eg eri troyttur av at temja hana. Hell hana út yvir barnið á gøtuni og yvir allan unglingahópin! Ja, bæði maður og kvinna skulu verða rakt, bæði gamal og avgamal! Og hús teirra skulu aðrir koma at eiga, markir og konur teirra við; tí Eg skal rætta út hondina móti teimum, sum í landinum búgva sigur HARRIN. Tí allir, bæði smáir og stórir, leita eftir órættvísum vinningi, bæði profetur og prestur, hvør ein gongur við lygn. Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, og siga: ?Friður! Friður!? tóat eingin friður er. Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíð Mín kemur at heimsøkja teir, skulu teir snáva sigur HARRIN. So segði HARRIN: ?Standið við vegirnar og hyggið eftir, spyrjið um hinar gomlu gøtur, spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða, og gangið hana! So skulu tit finna sálum tykkara hvílu.? Men tey svaraðu: ?Hana vilja vit ikki ganga!? Eg setti tykkum vaktarar og segði: ?Aktið eftir, táið lúðurin ljóðar!? Men tey svaraðu: ?Honum lurta vit ikki eftir!? Hoyrið tí, tit fólkasløg, og síggj, tú samkoma, hvat í teimum býr! Hoyr, tú jørð! Ja, Eg lati vanlukku koma yvir hetta fólk, ávøkstin av ráðum teirra; tí orðum Mínum hava tey ikki lurtað eftir, og lóg Mína hava tey vrakað. Hvat leggi Eg í roykilsi úr Sjeba og í besta kalmus úr landi langt burtur! Brennioffur tykkara líkar Mær ikki, og sláturoffur tykkara vil Eg ikki hava! Tí sigur HARRIN so: Eg leggi steinar at falla um fyri hetta fólk, og bæði fedrar og synir skulu snáva um teir; granni skal ganga til grundar saman við granna. So sigur HARRIN: Fólk kemur úr landinum í norðri, stór tjóð reisist við ytsta enda jarðar. Boga og spjót bera teir; teir eru grummir og spara ongan; rødd teirra brúsar sum havið, og á hestum koma teir ríðandi, vápnaðir sum hermenn móti tær, dóttir Zion! Vit hava hoyrt tíðindini um tað, og hendur okkara mistu alla megi; angist er fallin á okkum, pína sum á kvinnuna, ið eigur. Farið ikki út á markina, og gangið ikki eftir vegnum! Tí fíggindin hevur svørð ræðsla úr øllum ættum! Sveipa teg í syrgibúna, dóttir fólks Míns, velt tær í øsku, halt sorg sum eftir einasta barn, vena teg sárliga! Tí brádliga kemur oyðarin á okkum. Til rannsakara havi Eg sett teg millum fólk Mítt, til fasta borg, til at kenna og royna leið teirra. Tey hava vent sær burtur og eru fallin frá øll somul; tey ganga um við útspilling; tey eru kopar og jarn; øll somul gera tey tað, ið voldir mein. Smiðjubjølgurin er brendur upp, blýggið er upptært; til einkis hava teir brætt og brætt hini óndu eru ikki skild frá. ?Burturkastað silvur? verða tey rópt tí HARRIN hevur vrakað tey. KAPITUL Gudsdýrkan fólksins er eiti og lótir, tí kemur dómurin so ómildur yvir tey, Hetta er orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði: Far og statt í portri húss HARRANS, og prædika har hetta orð sig: Hoyrið orð HARRANS, alt Juda, tit, ið inn koma um hesi portur at tilbiðja HARRAN! So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Bøtið leiðir og atburð tykkara! So skal Eg loyva tykkum at búgva á hesum staði. Lítið ikki á slíka lygitalu sum hesa: ?Her er tempul HARRANS, tempul HARRANS, tempul HARRANS!? Nei so satt sum leiðir og atburður tykkara batna, so satt sum tit skifta rætt manna millum, kúga ikki hin fremmanda, hin faðirleysa og einkjuna, úthella ikki sakleyst blóð á hesum staði og halda tykkum ikki til aðrar gudar tykkum sjálvum til vanlukku! so skal Eg loyva tykkum at búgva á hesum staði, í landinum, sum Eg gav fedrum tykkara, í aldur og allar ævir. Men tit líta á lygitalu til onga nyttu! Hvat! Tit stjala, drepa, dríva hor, svørja rangt, brenna roykilsi fyri Ba'al og halda tykkum til aðrar gudar sum tit ikki kenna og so koma tit og stíga fram fyri ásjón Mína í hesum húsi, ið kallað er við navni Mínum, og siga: ?Vit eru frelst!? til síðani at gera alt hetta viðurstyggiliga við sama lagi! Er tá hetta hús, ið kallað er við navni Mínum, vorðið ránsmannabøli í eygum tykkara? Jú, sanniliga havi Eg sæð tað við! sigur HARRIN. Farið til bústað Mín í Silo, har sum Eg í fornum døgum læt navn Mítt búgva, og síggið, hvat Eg havi gjørt við tað aftur fyri óndskap Ísraels, fólks Míns! Og nú aftur fyri at tit fremja øll hesi verk sigur HARRIN og hava ikki viljað lurtað eftir, tóat Eg tíðliga og seint havi talað til tykkara, og hava ikki viljað svarað, tóat Eg havi rópt á tykkum, so skal Eg gera við húsið, ið kallað er við navni Mínum, og sum er álit tykkara, og við staðið, ið Eg gav tykkum og fedrum tykkara, eins og Eg gjørdi við Silo; og Eg skal blaka tykkum burt frá ásjón Míni, eins og Eg havi blakað burt allar brøður tykkara, alla ætt Efra'ims. Tú mást tí nú ikki biðja fyri hesum fólki, ikki eymka teg um tað ella bera fram forbøn fyri tí og ikki ganga á Meg tí Eg hoyri teg ikki! Sært tú ikki, hvat tey gera í býum Juda og á gøtum Jerúsalems? Børnini sanka brenni, fedrarnir kynda eld, og kvinnurnar knoða deiggj til at baka himmaldrotningini offurkøkur av; og tey hella øðrum gudum út drykkjuoffur til at volda Mær sorg! Man tað vera Mær, tey volda sorg! sigur HARRIN man tað ikki vera sær sjálvum, so andlit teirra koma at rodna av skomm! Tí sigur Harrin HARRIN so: Vreiði Mín og bræði Mín skal verða úthelt yvir hetta stað, yvir fólk og fæ, yvir trøini á markini og ávøkst jarðarinnar; og hon skal brenna og ikki sløkna. So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Leggið tit brennioffur tykkara aftrat sláturofrum tykkara, og etið kjøt! Tí ta ferðina Eg leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi, talaði Eg ikki við teir um brennioffur og sláturoffur og gav teimum einki boð um slíkt. Men hetta boð gav Eg teimum: ?Hoyrið rødd Mína! So skal Eg vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt; og gangið í øllum leiðina, sum Eg gevi tykkum boð um, so tykkum kann gangast væl!? Men teir lurtaðu ikki eftir og boygdu ikki oyrað til Mín; nei, teir gingu eftir sínum egnu ráðum, ónda harða hjarta sínum, og teir vendu Mær bakið og ikki andlitið. Frá tí degi fedrar tykkara fóru út av Egyptalandi og líka til henda dag, havi Eg sent til tykkara allar tænarar Mínar profetarnar, dagliga, tíðliga og seint. Men tey lurtaðu ikki eftir Mær og boygdu ikki oyrað til Mín; tey gjørdu hálsin harðan og bóru seg verri at enn fedrar teirra. Og tú skalt tala øll hesi orð við tey, men tey skulu ikki lurta eftir tær; tú skalt rópa á tey, men tey skulu ikki svara tær. Tí skalt tú siga við tey: ?Hetta er fólkið, ið ikki hevur lurtað eftir rødd HARRANS Guds síns og ikki hevur tikið við tykt; sannleikin er burtur, er horvin úr munni teirra!? Klipp hárið av tær og blaka tað frá tær, og hevja upp sorgarsong á naknum hæddum! Tí HARRIN hevur vrakað og koyrt frá Sær ættina, ið Hann er illur við. Tí synir Juda hava gjørt tað, sum ónt er í eygum Mínum sigur HARRIN teir hava sett viðurstygdir sínar í húsið, sum kallað er við navni Mínum, og gjørt tað óreint. Teir hava bygt Tofethæddir í Hinnomssonardali, til at brenna synir og døtur sínar á slíkt, sum Eg ikki havi álagt teimum, og sum aldri hevur verið Mær í huga! Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið ikki longur skal verða sagt ?Tofet? ella ?Hinnomssonardalur?, men ?Drápsdalur?; og tey skulu jarða hini deyðu í Tofet, av tí at pláss er ikki aðrastaðni. Og líkini av hesum fólki skulu verða fuglum himmalsins føði og dýrum jarðarinnar og eingin skal styggja tey burt! Hvørki frøiróp ella gleðiróp, hvørki mál brúðgóms ella mál brúðar, skal Eg lata hoyrast longur í býum Juda og á gøtum Jerúsalems tí oyðimørk skal landið verða! KAPITUL Dómur yvir fólkið, tí tað hvørki angrar ella vendir við. Tá sigur HARRIN skulu teir taka bein judakonga, bein judahøvdinga, bein prestanna, bein profetanna og bein teirra, sum í Jerúsalem búgva, úr grøvum teirra og breiða tey út undir sólina, mánan og allan her himmalsins, sum tey elskaðu og dýrkaðu, hildu seg til, spurdu til ráðs og tilbóðu; tey skulu ikki verða savnað saman og ikki jarðað; tøð á markini skulu tey verða. Og tey skulu fyrr vilja doyggja enn liva, øll tey, ið eftir verða av hesi óndu ætt allastaðni har sum Eg havi rikið tey sigur HARRIN Gud herskaranna. Og tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN: Hvør fellur og reisist ikki upp aftur! Hvør fer burtur og vendir ikki við aftur! Hví er fólkið her í Jerúsalem fallið frá við ævigum fráfalli? Tey halda fast við svik og vilja ikki venda við aftur! Eg lurtaði og hoyrdi; tað, sum ikki er rætt, tala tey; ikki eitt angrar óndskap sín og sigur: ?Hvat er tað, eg havi gjørt!? Øll hava tey vent sær burt og renna avstað sum hestur, ið stormar fram í bardagan. Um tað so er storkurin undir himli, so veit hann tíðir sínar, og turtildúvan, svalan og tranin ansa eftir tíðini, táið tey skulu koma; men fólk Mítt, tað kennir ikki lóg HARRANS. Hvussu fáa tit sagt: ?Vit eru vís, og hjá okkum er lóg HARRANS!? Nei, sanniliga, til lygn hevur lygipennur hinna skriftlærdu gjørt hana! Hinir vísu verða til skammar, teir ræðast, og vanlukkan rámar teir. Teir hava jú vrakað orð HARRANS hvønn vísdóm skulu teir tá hava! Tí skal Eg geva øðrum konur teirra og lata markir teirra til nýggjar ánarar; tí allir, bæði smáir og stórir, leita eftir órættvísum vinningi, bæði profetur og prestur, hvør ein gongur við lygn. Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, og siga: ?Friður! Friður!? tóat eingin friður er. Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíðin at heimsøkja teir kemur, skulu teir snáva sigur HARRIN. Eg skal ríva teir burt, sigur HARRIN; eingi vínber eru á víntrænum, ongar fikur eru á fikutrænum, og bløðini eru følnað; boðini, ið Eg gav teimum, bróta tey. ?Hví sita vit stillir? Savnið tykkum saman og latið okkum fara inn í hinar víggirdu staðir og umkomast har! Tí HARRIN Gud okkara fer at lata okkum umkomast og geva okkum beiskt vatn at drekka, aftur fyri at vit hava syndað móti HARRANUM. Vit vænta frið men einki gott kemur, grøðingartíð men nei, ræðsla kemur!? Úr Dan hoyrist froysið frá hestum hansara; alt landið nøtrar av gnegginum frá gangarum hansara; teir koma og eta upp landið og alt, sum í tí er, býin og tey, sum í honum búgva. Tí Eg sendi ormar ímóti tykkum, høggormar, sum ikki batar at gykla; og teir skulu bíta tykkum sigur HARRIN. Hvar skal eg finna ugga í sorg míni? Hjarta mítt er sjúkt í mær. Hoyr! Róp dóttur fólks Míns hoyrast úr landi langt burtur: ?Er tá ikki HARRIN í Zion? Ella er kongur tess ikki har?? Hví hava tey eggjað Meg til vreiði við útskornu myndum sínum, við tómum, útlendskum gudum? ?Heystið er farið, summarið er liðugt og vit eru ikki frelst!? Eg eri sundursoraður, av tí at fólk mítt er sundursorað; eg gangi í syrgibúna, ræðsla hevur gripið meg. Er tá einki balsam í Gilead? Er eingin lækni har? Ella hví er ikki umbundið hjá dóttur fólks Míns? KAPITUL Dómur yvir trúloysi fólksins, Hitt rætta rósið, Heimsøkingin yvir tey, sum hava óumskorið hjarta, Á, at høvd mítt hevði verið vatn, og eyga mítt tárakelda! Tá skuldi eg dag og nátt grátið um tey, sum dripin eru av fólki mínum. Á, at eg í oyðimørkini hevði gistihús fyri ferðafólk! Tá skuldi eg rýmt frá fólki mínum og farið burtur frá teimum; tí teir eru horkallar allir samlir, svikaraflokkur. Sum boga spenna teir tungu sína til at lúgva, og ikki á ærligan hátt eru teir vorðnir veldigir í landinum; nei, frá einum óndskapinum til annan eru teir gingnir, og Meg kenna teir ikki sigur HARRIN. Varðið tykkum, hvør fyri vini sínum, og lítið ongan bróður á! Tí hvør bróðir er stórsvíkjari, og hvør vinur gongur um og baktalar. Teir nýta svik, hvør við vin sín, og sannleika tala teir ikki; teir hava vant tungu sína at tala lygn, teir eru pøstir av at gera órætt. Tú býrt mitt í sviki; í sviki sínum vilja teir ikki vita av Mær sigur HARRIN, Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Eg skal bræða teir og royna teir hvussu skal Eg annað gera, soleiðis sum dóttir fólks Míns er! Tunga teirra er drepandi pílur, hon talar svik; við munninum tosa tey vinarliga við næsta sín, men í hjartanum seta tey snerru fyri hann. Skuldi Eg ikki heimsøkt tey fyri hetta! sigur HARRIN skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa! Um fjøllini skal eg gráta og syngja sorgarsong og vena meg um haglendið í oyðimørkini; tí tað er svidnað, so eingin gongur har, og har hoyrist einki til nakað fæ; bæði fuglar himmalsins og dýr markarinnar eru rýmd og farin burtur. Eg skal gera Jerúsalem til grótrúgvur, til sjakalabústað; og býir Juda skal Eg gera til oyðimørk, sum eingin býr í. Hvør er so vísur, at hann skilir hetta, og hvønn hevur muður HARRANS talað við, so hann dugir at greiða frá tí: Hví er landið gingið til grundar? Hví er tað svidnað sum oyðimørk, so eingin kemur hagar? Og HARRIN segði: Tí tey vendu sær frá lóg Míni, sum Eg legði fyri tey, lurtaðu ikki eftir Mær og gjørdu ikki eftir henni, men gjørdu eftir sínum egna harða hjarta og fylgdu eftir Ba'alunum soleiðis sum fedrar teirra høvdu lært tey. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg gevi hesum fólki malurt at eta og beiskt vatn at drekka; Eg skal spjaða tey millum fólkasløg, sum hvørki tey ella fedrar teirra hava kent; og Eg skal senda svørðið eftir teimum, inntil Eg havi fingið forkomið teimum. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Aktið eftir sendið boð eftir grátikvinnum, latið tær koma, farið eftir hinum vitigu kvinnum, latið tær koma og vera skjótar og byrja at syngja sorgarsong um okkum, so tár kunnu renna okkum av eygum, og eygnalok okkara flóta í vatni! Tí sorgarrødd hoyrist úr Zion: ?Sum vit eru oydd! Vit eru stórliga vanærd; vit noyddust at rýma úr landinum, av tí at teir hava brotið niður bústaðir okkara.? Ja, hoyrið, tit kvinnur, orð HARRANS, latið oyra tykkara fata tað, ið muður Hansara talar! Lærið døtur tykkara sorgarsong, ja, lærið hvør aðra sorgarljóð! Tí deyðin kemur upp í vindeygu okkara, inn í hallir okkara; hann fer at týna smábørnini av gøtunum, unglingarnar av torgunum. Sig: So sigur HARRIN: Líkini av menniskjunum skulu liggja sum tøð á markini og sum bundini eftir hann, ið sker akur; eingin savnar tey upp. So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum! Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær sigur HARRIN. Dagar koma sigur HARRIN táið Eg heimsøki allar umskornar, sum tó eru óumskornir: Egyptaland, Juda, Edom, Ammonitar, Móab og allar, ið klippa niðan av hárinum,* og sum búgva í oyðimørkini; tí heidningarnir eru allir óumskornir og alt hús Ísraels hevur óumskorið hjarta! KAPITUL Avgudadýrkanin er tóm, Stórleiki Harrans, Judaland skal verða lagt í oyði, Bøn um, at straffin skal ikki vera ov hørð, Hoyrið orðið, ið HARRIN talar til tykkara, hús Ísraels! So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey! Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini; við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki. Teir* eru sum ræða í melóngarði og duga ikki at tosa; teir mugu verða bornir, tí teir duga ikki at ganga. Ræðist ikki teir! Teir fáa jú einki ilt gjørt, og líka lítið eru teir mentir at gera gott. Eingin er sum Tú, HARRI! Stórur ert Tú, og stórt er navn Títt við veldi Tínum. Hvør skuldi ikki óttast Teg, Tú kongur tjóðanna! Tað sømir seg; tí millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin sum Tú. Men teir eru allir samlir skilaleysir, dárar eru teir. Tóm læra! Træ er hon* sligið silvur, innflutt úr Tarsis, og gull úr Ufaz, verk, ið træsmiðurin og gullsmiðurin hava gjørt; blátt og reytt purpur er klædningur teirra; verk, ið listarkønir menn hava gjørt, eru teir allir samlir. Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur. So skulu tit siga við tey: Gudarnir, ið ikki hava gjørt himmal og jørð, teir skulu hvørva av jørðini og undan himlinum. Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin. Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himlinum; Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum. Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av skurðmynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum. Tær eru fáfongd verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar. Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt; og Ísrael er ættin, ið er arvalutur Hansara HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara. Savna góðs títt saman úr landinum, tú, sum býrt í kringsettum býum! Tí so sigur HARRIN: Hesa ferð skal Eg sleingja burt tey, sum í landinum búgva, og Eg skal lata tey koma í trongd, so tey sanna tað! Vei mær, sum eg eri sundursoraður! Sár mítt er ógrøðandi. Men eg sigi: Ja, hetta er plága mín, eg noyðist at bera hana! Tjald mítt er oytt, øll tog míni eru slitin; børn míni eru farin frá mær og eru ikki til longur; eingin reisir tjald mítt longur, eingin heingir upp teppi míni. Nei, hirðarnir vóru skilaleysir og søktu ikki HARRAN; tí fóru teir ikki at við vísdómi og alt fylgi teirra spjaddist sundur! Boðskapur hoyrist, ja, tað nærkast! Ógvuligt óljóð kemur úr Norðurlandi, og býirnir í Juda skulu verða gjørdir til oyðimørk, sjakalabústað. Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni! Tykta meg, HARRI, men við máta, ikki í vreiði Tíni, so Tú forkemur mær heilt! Úthell vreiði Tína yvir heidningarnar, ið kenna Teg ikki, og yvir ættirnar, ið ikki ákalla navn Títt! Tí tey hava etið upp Jákup, ja, etið hann upp og gjørt enda á honum; bústað hansara hava tey lagt í oyði. KAPITUL Juda hevur svikið sáttmálan, Tí kemur straffidómurin, Anatotsmenn liggja Jeremiasi eftir lívinum, Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði: Hoyr orðini í hesum sáttmála, og tala við Judamenn og við teir, sum í Jerúsalem búgva! Tú skalt siga við teir: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Bannaður veri tann maður, sum lurtar ikki eftir orðunum í hesum sáttmála, sum Eg beyð fedrum tykkara at halda, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi, úr jarnovninum! Eg segði: ?Hoyrið rødd Mína og gerið hetta, í einum og øllum so sum Eg áleggi tykkum! So skulu tit vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara og halda eiðin, ið Eg svór fedrum tykkara, at Eg skuldi geva teimum land, ið flýtur í mjólk og hunangi eins og í dag sæst!? Eg svaraði: ?Amen, HARRI!? HARRIN segði við meg: Prædika alt hetta í býum Juda og á gøtum Jerúsalems sig: Hoyrið orðini í hesum sáttmála og gerið eftir teimum! Tí Eg vitnaði í álvara fyri fedrum tykkara, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi og síðani líka til henda dag, tíðliga og seint, og segði: ?Lurtið eftir tí, sum Eg sigi!? Men teir lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyranum til; nei, teir gingu, hvør eftir ónda, harða hjarta sínum; so læt Eg koma yvir teir øll orðini í hesum sáttmála, ið Eg hevði givið teimum boð um at halda, men sum teir ikki høvdu hildið. Og HARRIN segði við meg: Samansvørjing er funnin millum Judamenn og millum teir, sum í Jerúsalem búgva. Teir eru farnir aftur til misgerðir forfedra sína, sum ikki vildu lurta eftir orðum Mínum; teir hava hildið seg til aðrar gudar og dýrkað teir; hús Ísraels og hús Juda hava brotið sáttmálan, ið Eg gjørdi við fedrar teirra. Tí sigur HARRIN so: Eg lati koma yvir teir vanlukku, sum teir ikki skulu komast undan; og táið teir tá rópa til Mín, skal Eg ikki lurta eftir teimum. Tá skulu býir Juda og tey, sum í Jerúsalem búgva, fara og rópa til gudarnar, ið tey brenna roykilsi fyri; men teir skulu ikki frelsa tey í vanlukkutíð teirra. Tí so mangir sum býir tínir eru, so mangir eru gudar tínir, Juda, og so mangar sum gøturnar eru í Jerúsalem, so mong altar hava tit reist skemdini* altar at brenna Ba'al roykilsi á. Tú mást tí ikki biðja fyri hesum fólki og ikki bera fram sorgarróp og bøn fyri tí; tí Eg hoyri ikki, táið tey rópa til Mín í neyðini. Hvat hevur elskaða Mín í húsi Mínum at gera! Hon, ja, allur hópurin, ger skemdarverk, og so skal kanska hitt heilaga offurkjøt bjarga tær frá teimum! Tú fegnast, táið tú gert ilt! Grønt oljutræ, prýtt við vøkrum ávøksti, kallaði HARRIN teg; í øgiligum gangi og braki setur Hann eld á tað, og greinar tess verða brotnar. HARRIN Gud herskaranna, Hann, sum plantaði teg, hóttir teg við vanlukku til straff fyri tað illa, ið hús Ísraels og hús Juda hava gjørt og soleiðis eggjað Meg til vreiði við at brenna roykilsi fyri Ba'al. HARRIN læt meg fáa tað at vita, tí veit eg tað; ja, Tú lætst meg síggja gerðir teirra. Og eg var sum meinaleyst lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið; eg vitsti ikki, at teir høvdu upphugsað ónd ráð móti mær og sagt: ?Latið okkum forkoma trænum og ávøksti tess týna hann úr landi teirra, sum liva, so eingin minnist navn hansara aftur!? Men HARRIN Gud herskaranna er rættvísur dómari, Hann rannsakar nýru og hjarta; eg skal síggja hevnd Tína á teimum, tí fyri Teg havi eg lagt fram málevni mítt. Tí sigur HARRIN so um Anatotsmenn, sum liggja tær eftir lívinum og siga: ?Tú mást ikki profetera í navni HARRANS so satt sum tú vilt ikki doyggja fyri hond okkara!? ja, tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Eg skal heimsøkja teir; hinir ungu hjá teimum skulu falla fyri svørði, synir og døtur teirra skulu doyggja av hungri, og teir skulu einki hava eftir; tí Eg lati vanlukku koma yvir Anatotsmenn, árið, táið teir verða heimsøktir. KAPITUL Profeturin dugir illa at skilja vegir Harrans, Straffidómur yvir arvalut Harrans, Grannar Ísraels, HARRI, táið eg havi trætu við Teg, hevur Tú altíð rætt! Kortini má eg tala við Teg um tað, ið rætt er -: Hví gongst hinum gudleysu væl? Hví hava tey ongar sorgir, øll hini trúleysu? Tú hevur plantað tey, og tey hava fest røtur, tey vaksa og bera ávøkst; nær ert Tú í munni teirra, men langt burtur frá nýrum teirra. Men Tú, HARRI, Tú kennir meg, Tú sært meg og roynir hjartalag mítt móti Tær; tak tey sum seyð til at verða dripin, víga tey til drápsdag! Hvussu leingi skal landið syrgja, og hvussu leingi skulu allar urtir á markini torna burt? Av tí at tey, ið búgva har, bera seg so illa at, eru bæði dýr og fuglar gingin til grundar; tí tey siga: ?Hann* sær ikki, hvussu endi okkara fer at vera!? Táið tey, sum eru til gongu, pøsa teg, hvussu kanst tú tá kapprenna við hestar! Í friðarligum landi ert tú tryggur, men hvat fert tú at gera í stoltleika* Jordans! Tí um tað so eru brøður tínir og hús faðirs tíns, eru tey tær jú trúleys; eisini tey rópa eftir tær, alt tað tey eru ment; trúgv teimum ikki, táið tey tosa føgur orð við teg! Eg havi vent húsi Mínum bakið, vrakað arvalut Mín; hana, ið sál Mín elskar, havi Eg givið í hendur fígginda hennara. Arvalutur Mín er vorðin Mær sum leyva í skóginum; hann hevur latið rødd sína ljóða móti Mær; tí hati Eg hann. Er arvalutur Mín vorðin Mær sum sprøklutur rovfuglur? Rovfuglar eru jú rundan um hann! Komið, savnið saman øll dýr á markini, latið tey koma higar at eta! Hirðar í hópatali forkoma víngarði Mínum, traðka niður arvalut Mín; teir gera yndisliga arvalut Mín til oydna heiði. Hann verður gjørdur til oyðimørk; syrgjandi og oyðin liggur hann rundan um Meg; alt landið er lagt í oyði men eingin er, sum leggur sær tað á hjarta! Herverksmenn koma yvir allar naknar hæddir í oyðimørkini; tí HARRIN hevur svørð, sum oyðir úr øðrum enda landsins í annan; einki hold kann finna bjarging. Teir sáa hveiti, men heysta tornir; teir pøsa seg út, men hava einki gagn av tí. Ja, brennandi vreiði HARRANS skal gera, at tit fáa skomm av grøði tykkara! So sigur HARRIN um allar hinar óndu grannar Sínar, ið gera seg inn á arvalutin, ið Hann hevur givið Ísrael, fólki Sínum, at eiga: Eg rykki tey upp úr landi teirra, og hús Juda skal Eg rykkja upp mitt ímillum teirra. Men táið Eg havi rykt tey upp, skal Eg aftur miskunna teimum og lata tey sleppa heimaftur, hvørt til arvalut sín og hvørt til land sítt. So satt sum tey tá læra leiðir fólks Míns, læra at svørja um navn Mítt: ?So satt sum HARRIN livir? eins og tey hava lært fólk Mítt at svørja um Ba'al skulu tey verða bygd upp mitt ímillum fólk Mítt. Men vilja tey ikki hoyra, skal Eg rykkja tað fólk upp og gera enda á tí sigur HARRIN. KAPITUL Línbelti Jeremiasar, Juda líknað við eina vínkrukku, Fyri harða hjarta sítt og óndskap sín verður fólkið lagt í oyði, So segði HARRIN við meg: ?Far og keyp tær línbelti og bind tað um lendarnar, men lat tað ikki koma í vatn!? Eg keypti tá beltið eftir orði HARRANS og bant tað um lendarnar. Aðru ferð kom orð HARRANS til mín; Hann segði: ?Tak beltið, ið tú keypti og hevur um lendarnar, og far til Frat* og fjal tað har í bergskor!? So fór eg og fjaldi tað við Frat, sum HARRIN hevði sagt við meg. Táið nú long tíð var gingin, segði HARRIN við meg: ?Far til Frat eftir beltinum, ið Eg segði við teg at fjala har!? Eg fór nú til Frat og gróv upp beltið, haðani sum eg hevði fjalt tað. Men nú var beltið spilt, tað dugdi einki til. Tá kom orð HARRANS til mín: So sigur HARRIN: Soleiðis skal Eg gera enda á stóra hugmóði Juda og Jerúsalems! Hetta ónda fólk, ið ikki vil lurta eftir orðum Mínum, men gongur eftir harða hjarta sínum og heldur seg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir, skal verða hesum belti líkt, sum einki dugir til. Tí eins og beltið liggur tætt at lendum mansins, so legði Eg alt hús Ísraels og alt hús Juda tætt at Mær sigur HARRIN fyri at tey skuldu vera fólk Mítt, gera navn Mítt kent og vera Mær til prís og prýði; men tey lurtaðu ikki eftir! Tí skalt tú siga hetta orð við tey: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Hvør krukka verður fylt við víni. Tey fara at svara tær: ?Munnu vit ikki vita, at hvør krukka verður fylt við víni!? Tá skalt tú siga við tey: So sigur HARRIN: Eg fylli øll, sum í hesum landi búgva, kongarnar, ið sita í hásæti Dávids, prestarnar, profetarnar og øll, sum í Jerúsalem búgva, so tey verða drukkin. Og Eg skal sora tey sundur, hvørt ímóti øðrum, bæði fedrar og børn, øll somul sigur HARRIN Eg skal ikki eira, ikki spara og ikki miskunna, so Eg lati vera at forkoma teimum. Hoyrið og lurtið eftir, verið ikki hugmóðig! Tí HARRIN talar. Gevið HARRANUM Gudi tykkara dýrd, áðrenn Hann letur myrkna, og áðrenn tit sláa føturnar í á hinum myrku fjøllum, og tit bíða eftir ljósi, men Hann ger tað til deyðaskugga, letur tað verða bølamyrkur! Men vilja tit ikki lurta eftir, skal sál mín í loyndum gráta um slíkt hugmóð, ja, gráta sárliga, og eygu míni skulu flóta í tárum tí fylgi HARRANS verður flutt burt hertikið. Sig við kong og móður kong: Setið tykkum lágt! Tí hin fagra krúnan, ið prýddi høvd tykkara, er av tykkum fallin. Býir Suðurlandsins eru stongdir, og eingin er, sum letur upp; alt Juda er flutt burt, tað er flutt burt til síðsta mann. Hyggið upp, og síggið teir, ið norðaneftir koma! Hvar er nú fylgið, ið tær varð givið, útvaldi seyður tín? Hvat fert tú at siga, táið Hann setur til harrar yvir tær teir, ið tú lærdi at koma til tín sum vinir? Fara tá ikki verkir at koma á teg, sum á kvinnuna, ið eigur! Og táið tú sigur í hjartanum: ?Hví gekst mær so?? [skalt tú vita:] Aftur fyri hinar mongu misgerðir tínar er klædnafaldur tín uppflettur, hælir tínir við valdi gjørdir berir. Man Etiopari fáa broytt húð sína, leopardur flekkir sínar! So kunnu eisini tit gera gott, tit, sum hava vant tykkum at gera ilt! Eg skal tí spjaða tey eins og hálm, ið vindurin í oyðimørkini hevur avstað við sær. Hetta er lutur tín, avmáldi partur tín frá Mær sigur HARRIN aftur fyri at tú hevur gloymt Meg og gjørt lygn til álit títt. Eg skal tí eisini fletta klædnafald tín upp fyri andlit títt, so blygd tín sæst. Hordóm tín og gneggj títt, ja, skammleysa horulív títt á hæddunum úti á markini og viðurstygdir tínar Eg havi sæð tað! Vei tær, Jerúsalem! Hvussu leingi verður ikki enn, áðrenn tú verður rein! KAPITUL Turkurin, Jeremias ger forbøn, Orð HARRANS, ið kom til Jeremias, ta ferðina ið turkurin var: Juda syrgir, og portur tess ørmaktast; tey sita á jørðini í syrgibúna, og neyðarróp Jerúsalems stíga upp. Stórmenn tess senda tænarar sínar eftir vatni; teir koma til brunnarnar, men finna einki vatn; tóm koma íløt teirra aftur; teir verða til skammar og vónbrotnir og sveipa inn høvdið. Teir, ið dýrka jørðina, eru vónbrotnir og sveipa inn høvdið, tí markin er sligin við ræðslu, við tað at einki regn fellur í landinum. Ja, um tað so er hindin á markini, rýmir hon frá kálvinum, ið hon júst hevur kálvað tí einki gras er. Á naknum hæddum standa villesil og eru um at missa ondina lík sjakalum; eygu teirra siga frá máttloysi tí ongar urtir eru. Um so misgerðir okkara vitna móti okkum, HARRI, so hjálp tó fyri navns Tíns skuld! Tí mangan fullu vit frá, móti Tær hava vit syndað. Tú vón Ísraels, frelsari tess á neyðartíð! Hví ert Tú sum fremmandur í landinum, sum ferðamaður, ið bert reisir tjaldið fyri náttina? Hví ert Tú sum ráðvillur maður, sum kappi, ið ikki er mentur at hjálpa? Og Tú ert tó mitt ímillum okkara, HARRI, og vit eru kallað eftir navni Tínum yvirgev okkum ikki! So sigur HARRIN um hetta fólk: Soleiðis dámar teimum at reika um, fótum sínum halda tey ikki aftur; tí toknast HARRANUM tey ikki, nú fer Hann at minnast misgerðir teirra og heimsøkja tey fyri syndir teirra. Og HARRIN segði við meg: Tú mást einki gott biðja hesum fólki! Táið tey fasta, lurti Eg ikki eftir rópum teirra, og táið tey ofra brennioffur og matoffur, toknast Mær tey ikki; nei, við svørði, hungri og pesti skal Eg gera enda á teimum. Tá segði eg: ?Á Harri HARRI! Profetarnir siga jú við tey: ?Tit skulu ikki síggja svørð, og hungur skal ikki koma á tykkum, nei, tryggan frið gevi Eg tykkum á hesum staði!?? Men HARRIN svaraði: Lygn profetera profetarnir í navni Mínum; Eg havi hvørki sent teir ella givið teimum nakað boð ella talað til teirra; lygisjónir og falskan spádóm og svik hjarta síns er tað, teir profetera fyri tykkum. Tí sigur HARRIN so um profetarnar, sum tala í navni Hansara, tóat Hann hevur ikki sent teir, og sum siga, at svørð og hungur skulu ikki koma yvir hetta land: Svørð og hungur skulu gera enda á hesum profetum! Og fólkið, ið teir profetera fyri, skal liggja tveitt á gøtum Jerúsalems, fallið fyri hungri og svørði, og eingin skal jarða tey bæði menn og konur, bæði synir og døtur og Eg skal úthella óndskap teirra yvir tey. Og tú skalt siga við tey hetta orð: Tár renna mær av eygum nátt og dag og steðga ikki, tí moyggin dóttir fólks míns hevur fingið svárt slag, ógrøðandi sár. Fari eg út á markina hygg, har liggja teir, ið svørðið hevur felt, og fari eg inn í býin hygg, har liggja tey, sum pínast av hungri! Ja, bæði profetur og prestur noyðast at fara til land, ið teir kenna ikki. Hevur Tú tá heilt vrakað Juda? Vamlast sál Tín við Zion? Hví hevur Tú sligið okkum, so eingin fær grøtt okkum? Vit vænta frið men einki gott kemur, grøðingartíð men nei, ræðsla kemur! Vit kenna gudloysi okkara, HARRI, misbrot fedra okkara, at vit hava syndað móti Tær! Fyri navns Tíns skuld koyr okkum ikki frá Tær, gev ikki hásæti dýrdar Tínar upp til vanæru! Minst sáttmála Tín við okkum og brót hann ikki! Man nakar vera millum hinar følsku gudar heidninganna, sum er mentur at senda regn! Ella gevur himmalin av sær sjálvum avfall! Er tað ikki Tú, HARRI Gud okkara! Tí bíða vit eftir Tær; tað er jú Tú, ið hevur gjørt alt hetta! KAPITUL Harrin samtalar við Jeremias. Tá segði HARRIN við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón Míni, skuldi sál Mín ikki vent sær til hetta fólk! Rek tey burtur frá ásjón Míni, lat tey fara! Spyrja tey teg tá: ?Hvar skulu vit fara?? so skalt tú svara teimum: So sigur HARRIN: Til deyðan tann, ið deyðanum er ætlaður; til svørðið tann, ið svørðinum er ætlaður; til hungurin tann, ið hungrinum er ætlaður; og í útlegd tann, ið útlegdini er ætlaður! Fýra sløg av heimsøkingum skal Eg lata koma yvir tey sigur HARRIN: Svørðið til at drepa tey, hundarnar til at draga tey burtur og fuglar himmalsins og dýr jarðarinnar til at eta tey upp og forkoma teimum. Øll ríki á jørðini skal Eg lata fara illa við teimum, aftur fyri tað, ið Manasse judakongur, sonur Ezekias, gjørdi í Jerúsalem. Tí hvørjum man fara at tykjast synd í tær, Jerúsalem, hvør man fara at vísa tær samkenslu, og hvør man fara at koma til tín og spyrja, um tær veit væl við! Tú hevur vent Mær bakið sigur HARRIN tú rýmdi burtur frá Mær; tí rætti Eg út hondina móti tær og forkomi tær, Eg eri troyttur av at miskunna! Við kastiskuplu kasti Eg tey við portur landsins; Eg geri fólk Mítt barnleyst; Eg forkomi tí, aftur fyri at tað vendi ikki aftur av leiðum sínum. Einkjur teirra verða fleiri í tali enn sandskorn á sjóvarstrond; yvir møður unglinga teirra lati Eg á alljósum degi koma oyðara; angist og ræðslu lati Eg brádliga falla á tær. Hon, ið átti sjey synir, ørmaktast og gevur upp andan; sól hennara gongur undir, meðan enn er dagur; hon verður til spott og til skammar. Og tað, ið eftir er av teimum, skal Eg geva upp til svørð fígginda teirra sigur HARRIN. ?Vei mær, móðir, at tú átti meg meg, sum øll í landinum klandrast og trætast við! Eg havi einki lænt teimum, og tey hava einki lænt mær, og tó bannar hvørt menniskja mær!? HARRIN segði: ?Vissuliga, Eg skal frelsa teg, so tær gongst væl! Vissuliga, táið vanlukkan og neyðin koma, skal Eg lata fíggindan bøna teg! Man bera til at bróta jarn jarn úr Norðurlandi og kopar!? Góðs títt og skattir tínar gevi Eg upp til rán uttan at nakað verður latið afturfyri og tað aftur fyri allar syndir tínar, í øllum landi tínum. Og Eg skal lata fíggindar tínar fara avstað við tær, inn í land, sum tú kennir ikki. Tí eldur er kveiktur í vreiði Míni móti tykkum skal hann loga. Tú veitst tað, HARRI! Minst meg og vitja meg og lat meg fáa hevnd yvir teir, ið søkja at mær! Rív meg ikki burtur í langmóði Tínum! Hugsa um, at tað er fyri Tína skuld, eg verði háðaður! Eg fann orð Tíni, og eg át tey; orð Tíni vóru mær til frøi og hjarta mínum til gleði; tí eg eri kallaður við navni Tínum, HARRI Gud herskaranna! Ikki havi eg sitið og stuttleikað mær saman við hinum kátu; gripin av hond Tíni havi eg sitið einsamallur, tí Tú fylti meg við vreiði. Hví verði eg plágaður samt og javnt? Hví er sár mítt ógrøðandi? Tað vil ikki batna! Tú ert jú vorðin mær sum svíkjandi løkur, sum vøtn, ið ikki er lítandi á. Tí sigur HARRIN so: Vendir tú við, skal Eg lata teg koma aftur og standa fyri ásjón Míni; og skilir tú hitt dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, skalt tú vera sum muður Mín; tá skulu tey venda við til tín, og tú skalt ikki venda við til teirra. Og Eg skal gera teg til fastan koparmúr móti hesum fólki; tey skulu berjast við teg, men ikki vinna á tær; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær og frelsa teg sigur HARRIN. Eg skal bjarga tær undan valdi hinna óndu, og Eg skal loysa teg úr hondum yvirgangskroppa. KAPITUL Revsidómar og náðilyfti. Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tú skalt ikki taka tær konu, og tú skalt ikki hava synir og døtur, á hesum staði. Tí so sigur HARRIN um synirnar og døturnar, ið á hesum staði verða fødd, um møðurnar, ið eiga tey, og um fedrarnar, ið fáa tey í hesum landi: Pínafullan deyða skulu tey doyggja; eingin skal gráta um tey, og eingin skal jarða tey; til tøð á markini skulu tey verða, svørð og hungur skulu gera enda á teimum; og lík teirra skulu verða fuglum himmalsins og dýrum jarðarinnar til føði. Tí so sigur HARRIN: Far ikki í sorgarhús, far ikki avstað at harmast, og vís teimum onga samkenslu! Tí Eg havi tikið frið Mín frá hesum fólki sigur HARRIN ja, náði og miskunn Mína. Tey skulu doyggja, bæði stór og smá, í hesum landi; ikki skulu tey verða jarðað, og eingin skal harmast um tey ella skera í hold sítt ella raka av sær hárið fyri teirra skuld. Eingin skal bróta breyð til teirra, til at troysta tey í sorgini eftir ein deyðan, og eingin skal geva nøkrum troystarskál at drekka, táið hann hevur mist faðir ella móður. Í veitsluhús skalt tú heldur ikki fara, til at sita og eta og drekka við teimum. Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Fyri eygum tykkara, og meðan tit liva, lati Eg frøiróp og gleðiróp, mál brúðgóms og mál brúðar, halda uppat á hesum staði. Táið tú nú kunngert hesum fólki øll hesi orð, og tey tá spyrja teg: ?Hví hevur HARRIN boðað alla hesa stóru vanlukku yvir okkum? Hvat er misgerð okkara, og hvørja synd hava vit gjørt móti HARRANUM Gudi okkara?? tá skalt tú svara teimum: ?Jú, fedrar tykkara vendu Mær bakið sigur HARRIN og hildu seg til aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir; Mær vendu teir bakið og hildu ikki lóg Mína! Og tit bera tykkum verri at enn fedrar tykkara, tit, ið øll ganga eftir ónda, harða hjarta tykkara og lurta ikki eftir Mær. Tí skal Eg blaka tykkum út úr hesum landi, burt í land, sum tit ikki hava kent, hvørki tit ella fedrar tykkara, og har skulu tit dag og nátt dýrka aðrar gudar, tí Eg onga náði vil vísa tykkum.? Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið tey ikki longur skulu siga: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi ? men: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út úr Norðurlandi og úr øllum londunum, hagar Hann hevði rikið teir -.? Tí Eg skal flyta tey aftur til land teirra, tað, ið Eg gav fedrum teirra. Eg sendi boð eftir mongum fiskimonnum sigur HARRIN og teir skulu fiska tey; síðani sendi Eg boð eftir mongum veiðimonnum, og teir skulu styggja tey burt av hvørjum fjalli og hvørji hædd og úr bergskorunum. Tí eygu Míni eru vend á allar leiðir teirra; tær eru ikki loyndar fyri ásjón Míni, og misbrot teirra er ikki dult fyri eygum Mínum. Fyrst skal Eg nú tvífalt løna teimum aftur misbrot og synd teirra, at tey vanhalgaðu land Mítt við deyðu kroppum viðurstyggiligu avguda sína og fyltu arvalut Mín við andstygdum sínum. HARRI, styrki mín, vernd mín og skjól mítt neyðardagin! Til Tín skulu fólkasløg koma frá endum jarðarinnar og siga: ?Einki uttan lygn fingu fedrar okkara í arv, tómar avgudar eingin teirra er mentur at hjálpa! Skal menniskjað gera sær gudar! Teir eru jú ikki gudar!? Tí skal Eg nú hesa ferð lata tey kenna ja, Eg skal lata tey kenna hond Mína og styrki Mína; og tey skulu sanna, at navn Mítt er HARRIN. KAPITUL Synd Juda, Munurin á at líta á menniskju og at líta á Harran, Synd Juda er skrivað við jarngrifli, við diamantoddi; hon er rist á talvu hjarta teirra og á altarhorn teirra eins og eisini børn teirra minnast altar teirra og Asjerur teirra við hini grønu trø og á hinum høgu hæddum. Tú fjall Mítt á markini! Góðs títt, allar skattir tínar, gevi Eg upp til rán, somuleiðis hæddir tínar, til straff fyri syndina, ið gjørd er í øllum landi tínum. Tú skalt og tað er tín egna skuld! noyðast at lata frá tær arvalut tín, hann, ið Eg gav tær; og Eg skal lata teg tæna fíggindum tínum í landi, sum tú kennir ikki. Tí eld hava tit fingið at loga í vreiði Míni, til ævigar tíðir skal hann brenna. So sigur HARRIN: Bannaður er tann maður, ið ger menniskju til álit sítt, ger hold til arm sín, og hvørs hjarta víkur frá HARRANUM. Hann skal verða sum eitt hjálparleyst í oyðimørkini og skal einki gott síggja koma; nei, hann skal búgva á avsvidnum støðum í oyðimørkini, í saltlandi, sum eingin býr í. Signaður er tann maður, ið lítur á HARRAN, og sum hevur HARRAN til álit sítt. Hann skal vera líkur træi, ið er plantað við vatn og toyggir út røtur sínar við løk, sum ikki óttast, táið hitin kemur, men altíð ber grøn bløð, sum ikki syrgir í turrum árum og ikki gevur uppat at bera ávøkst. Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað hvør kennir tað! Eg, HARRIN, Eg rannsaki hjarta og royni nýru og gevi so einum og hvørjum eftir atburði hansara, eftir ávøksti verka hansara. Sum akurhøna, ið liggur á eggum, sum hon ikki hevur vorpið, er tann, ið vinnur ríkidømi, men ikki við rætti; á hálvum aldri noyðist hann at fara frá tí, og við enda lívsins stendur hann sum dári. Hásæti dýrdarinnar, hátt hevjað líka frá upphavi, er stað halgidóms okkara. HARRI, Tú vón Ísraels! Øll, ið venda Tær bakið, skulu verða til skammar; tey, ið víkja frá Tær, skulu verða lík skrift í sandinum; tí tey hava vent sær frá HARRANUM, kelduni við hinum livandi vatni. Grøð meg, HARRI! So verði eg grøddur. Frels meg! So verði eg frelstur. Tí Tú ert lovsongur mín. Tey siga jú við meg: ?Hvar er orð HARRANS! Lat tað koma!? Men eg havi ikki sett meg ímóti at fylgja Tær og vera hirði. Og líka lítið havi eg ynskt eftir óbótaligum vanlukkudegi tað veitst Tú! Tað, ið kom av vørrum mínum, var fyri ásjón Tíni. Ver mær ikki til ræðslu, Tú skjól mítt vanlukkudagin! Lat teir, ið søkja at mær, verða til skammar, og lat ikki meg verða til skammar! Lat ræðslu falla á teir og ikki á meg! Lat vanlukkudagin koma yvir teir, og sora teir við tvífaldari sundursoring! So segði HARRIN við meg: Far og statt í Fólkaportri sum judakongar fara inn og út um og í øllum portrum Jerúsalems og sig við tey: Hoyrið orð HARRANS, judakongar og alt Juda og øll, sum í Jerúsalem búgva tit, ið fara inn um hesi portur! So sigur HARRIN: Varðið tykkum, so satt sum tit hava lívið kært, at tit sabbatsdag hvørki bera nakra byrði ella koma inn um portur Jerúsalems við henni! Og tit mugu onga byrði bera út úr húsum tykkara sabbatsdag, ei heldur gera nakað arbeiði; nei, tit skulu halda sabbatsdagin heilagan sum Eg álegði fedrum tykkara. Men teir lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyrað til; nei, teir gjørdu hálsin harðan, so teir lurtaðu ikki eftir og tóku ikki við revsing. Men so satt sum tit lurta eftir Mær sigur HARRIN so tit onga byrði lata koma inn um portrini í hesum býi sabbatsdag, nei, halda sabbatsdagin heilagan og einki arbeiði gera tann dagin, so skulu kongar og høvdingar, sum sita í hásæti Dávids, koma í vagnum og á hestum inn um portrini í hesum býi, teir sjálvir og høvdingar teirra, Judamenn og teir, sum í Jerúsalem búgva; og hesin býur skal verða standandi til ævigar tíðir. Og úr býum Juda, úr landinum rundan um Jerúsalem, úr Benjaminslandi, úr láglendinum, úr fjøllunum og úr Suðurlandinum skulu teir koma við brenniofrum, sláturofrum, matofrum og roykilsi og bera fram takkoffur í húsi HARRANS. Men so satt sum tit lurta ikki eftir Mær, so tit halda sabbatsdagin heilagan og lata vera at bera nakra byrði inn um portur Jerúsalems sabbatsdag, skal Eg seta eld á portrini har, og hann skal oyða borgir Jerúsalems og ikki verða sløktur. KAPITUL Jeremias hjá leirkerasmiðinum, Revsitala, Ónd ráð verða løgd móti Jeremiasi, Hann biður Harran straffa fíggindar sínar, Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði: Reis teg og far oman í hús leirkerasmiðsins! Har skal Eg lata teg hoyra orð Míni. Eg fór tá oman í hús leirkerasmiðsins, og hann tókst við arbeiði sítt við klingrurnar. Og táið ílatið, ið hann gjørdi, miseydnaðist sum ganga kann við leirinum í hond leirkerasmiðsins so gjørdi hann tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vildi hava tað at vera. Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði: Skuldi Eg ikki kunnað gjørt við tykkum, hús Ísraels, sum hesin leirkerasmiður! sigur HARRIN; jú, sum leirið í hond leirkerasmiðsins, so eru tit í hond Míni, hús Ísraels! Stundum tali Eg um tjóð og ríki, at Eg skal rykkja upp, ríva niður og forkoma; men um tá tjóðin, ið Eg havi talað um, vendir við frá óndskapi sínum, so angri Eg tað ringa, ið Eg hevði ætlað at gera henni. Og stundum tali Eg um tjóð og ríki, at Eg skal byggja og planta; men ger hon tá tað, sum ónt er í eygum Mínum, og lurtar ikki eftir tí, sum Eg sigi, so angri Eg tað góða, ið Eg hevði ætlað at gera henni. Og sig nú við Judamenn og við teir, sum í Jerúsalem búgva: So sigur HARRIN: Eg ætli tykkum vanlukku; Eg upphugsi mein ráð móti tykkum; vendið við, hvør av óndu leið síni, og bøtið leiðir og atburð tykkara! Men teir svara: ?Tað fær onga vend vit ganga eftir okkara egnu hugsanum, og ein og hvør okkara ger eftir ónda, harða hjarta sínum!? Tí sigur HARRIN so: Spyrjið millum heidningafólkini hvør hevur hoyrt slíkt! Tað er ræðuligt, sum hon hevur borið seg at, moyggin Ísrael! Man kavin á Libanon fara burtur av hinum høga fjalli! Ella torna tey upp, hini svalligu vøtn, sum koma rennandi úr fjarløgu! Men fólk Mítt hevur gloymt Meg; tað brennir roykilsi fyri hinum følsku gudum; og teir leiddu tey í fall á leiðum teirra, hinum gomlu leiðunum, so tey gingu rásir, ólagdar vegir og gjørdu soleiðis land sítt til ræðu, til ævigt spott, sum hvør tann, ið kemur framvið, skal ræðast og rista við høvdinum at. Sum eystanstormur skal Eg spjaða tey fyri ásjón fíggindans; bakið og ikki andlitið skal Eg venda teimum vanlukkudag teirra. Tá søgdu teir: ?Komið, latið okkum upphugsa ónd ráð móti Jeremiasi! Tí einki skortar prestunum lógina, ei heldur hinum vísu ráð, ei heldur profetunum opinbering! Komið, latið okkum sláa hann við tunguni og ikki leggja í eitt orð, hann sigur!? Akta eftir mær, HARRI, og hoyr tað, ið mótstøðumenn mínir siga! Skal gott verða lønt við illum! Teir hava jú grivið lívi mínum grøv. Minst, at eg stóð fyri ásjón Tíni og talaði, teimum til góða, til at venda vreiði Tíni frá teimum! Gev tí hungrinum børn teirra, og gev teir sjálvar upp til svørðið, lat konur teirra verða barnleysar og einkjur, menn teirra doyggja av pesti og hinar ungu hjá teimum falla fyri svørði í bardaga! Lat neyðarróp hoyrast úr húsum teirra, táið Tú brádliga letur fíggindaskara koma yvir teir! Tí teir hava grivið grøv at fáa meg at falla í og lagt loyndar snerrur fyri føtur mínar. Men Tú, HARRI, kennir øll deyðaráð teirra móti mær! Fyrigev teimum ikki misbrot teirra, og strika ikki út synd teirra fyri ásjón Tíni, nei, lat teir koma til fals fyri ásjón Tíni, fáa við Teg at gera vreiðistund Tína! KAPITUL Juda skal verða sorað sundur eins og krukka. So segði HARRIN: Far og keyp tær krukku hjá leirkerasmiðinum! Tak so við tær nakrar av hinum elstu fólksins og prestanna og far út í Hinnomssonardal, sum er uttan fyri Leirbrotaportur, og prædika har orðini, ið Eg tali við teg! Tú skalt siga: ?Hoyrið orð HARRANS, judakongar og tit, sum í Jerúsalem búgva! So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati koma yvir hetta stað slíka vanlukku, at ringja skal fyri oyrum alra, ið hoyra tað aftur fyri at tey vendu Mær bakið, hildu ikki hetta stað vera heilagt, men brendu roykilsi har fyri øðrum gudum sum tey ikki kendu, hvørki tey ella fedrar teirra ella judakongar og fyltu hetta stað við blóði sakleysra og bygdu ba'alsheyggjar at brenna synir sínar á sum brennioffur til Ba'al slíkt, sum Eg hvørki havi givið boð um ella talað um, og sum aldri hevur verið Mær í huga! Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið tey ikki longur skulu rópa hetta stað Tofet ella Hinnomssonardal, men Drápsdal. Eg skal á hesum staði lata ráð Juda og Jerúsalems koma upp í einki, og Eg skal lata tey falla fyri svørði fígginda teirra og fyri hondum teirra manna, ið liggja teimum eftir lívinum; Eg skal geva fuglum himmalsins og dýrum jarðarinnar lík teirra at eta. Eg skal gera henda bý til ræðslu og spott; hvør tann, ið framvið kemur, skal ræðast og háða um allar plágur hansara. Eg skal lata tey eta kjøtið av sonum og døtrum teirra, og tey skulu eta kjøtið hvørt av øðrum slíka neyð og angist skulu fíggindar teirra og teir, ið liggja teimum eftir lívinum, koma teimum í.? Og tú skalt bróta krukkuna fyri eygum teirra manna, ið við tær eru komnir, og siga við teir: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna: Soleiðis skal Eg bróta hetta fólk og henda bý sum leirker verður brotið, so tað gerst ikki aftur og tey skulu jarða í Tofet, av tí at einki pláss er at jarða í. Soleiðis skal Eg gera við hetta stað og tey, ið her búgva sigur HARRIN Eg skal gera henda bý Tofet líkan! Hús Jerúsalems og hús judakonga hini óreinu skulu verða sum Tofet, øll húsini, har sum á tekjuni roykilsi hevur verðið brent fyri øllum heri himmalsins, og drykkjuoffur úthelt fyri øðrum gudum.? Síðani fór Jeremias úr Tofet, hagar HARRIN hevði sent hann at profetera, og hann steig fram í forgarði húss HARRANS og segði við alt fólkið: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati koma yvir henda bý og yvir allar býirnar, ið til hansara hoyra, alt tað ringa, ið Eg havi talað móti honum; tí tey hava gjørt hálsin harðan og lurta ikki eftir tí, sum Eg sigi.? KAPITUL Jeremias og Pashur, Trupulleikarnir við at vera profetur fáa Jeremias at banna føðingardegi sínum, Táið Pashur, sonur Immer, presturin, sum var yvirumsjónarmaður í húsi HARRANS, hoyrdi Jeremias profetera hetta, sló Pashur Jeremias profet og setti hann í stokkin í Ovara Benjaminsportri í húsi HARRANS. Men táið Pashur dagin eftir slepti Jeremias leysan úr stokkinum, segði Jeremias við hann: ?HARRIN rópar teg ikki Pashur, men Magor-Missabib. Tí so sigur HARRIN: Eg geri teg til ræðslu fyri teg sjálvan og fyri allar vinir tínar, og teir skulu falla fyri svørði fígginda sína og tað fyri eygum tínum; og alt Juda skal Eg geva bábelskongi í hendur, og hann skal herleiða tey til Bábel og drepa tey við svørði. Alt góðsið í hesum býi, allar ognir hansara og allar skattir hansara og allar skattir judakonga skal Eg geva fíggindum teirra í hendur; teir skulu ræna tað og taka tað og fara til Bábel við tí. Og tú, Pashur, og øll, sum búgva í húsi tínum, tit skulu verða herleidd; til Bábel skalt tú koma, har skalt tú doyggja, og har skalt tú verða jarðaður, tú og allir vinir tínir, sum tú hevur spáað lygn fyri.? HARRI! Tú yvirtalaði meg, og eg læt meg yvirtala; Tú vart mær ov sterkur og fekst vald á mær og til látur eri eg vorðin líðilangan dagin, hvør maður háðar meg. Tí hvørja ferð eg tali, noyðist eg at rópa; undan yvirgangi og kúgan rópi eg; ja, orð HARRANS er vorðið mær til háð og spott líðilangan dagin. Men táið eg segði: ?Eg skal ikki hugsa um Hann og ikki tala uppaftur í navni Hansara!? tá varð tað í hjarta mínum sum brennandi eldur, innibyrgdur í beinum mínum; eg royndi at halda tað út, men var ikki mentur. Tí eg hoyrdi mong baktala meg, ræðslu frá øllum síðum: ?Klagið hann! Vit skulu klaga hann!? Allir teir, sum eg livdi í friði við, lúrdu eftir, um eg mundi fara at falla; teir søgdu: ?Kanska hann letur seg lokka, so vit fáa vald á honum og fáa hevnt okkum á hann!? Men HARRIN er við mær sum veldig hetja; tí skulu teir, ið jagstra meg, snáva og einki vera mentir; ja, teir skulu verða stórliga til skammar, aftur fyri at teir fóru ikki at við vísdómi verða raktir av ævigari vanæru, sum aldri verður gloymd. Tí HARRIN Gud herskaranna, Hann roynir hin rættvísa, Hann sær nýru og hjarta; eg skal fáa at síggja hevnd Tína á teimum, tí eg havi lagt málevni mítt fram fyri Teg. Syngið fyri HARRANUM, lovið HARRANUM! Tí Hann hevur frelst sál hins fátæka úr hondum illgerðarmanna. Bannaður veri dagurin, táið eg varð føddur! Dagurin, táið móðir átti meg, veri ikki signaður! Bannaður veri maðurin, ið bar faðir hesi boð: ?Tú hevur fingið son!? og sum gleddi hann stórliga! Tí manni gangist sum býunum, ið HARRIN koyrdi umkoll og spardi ikki; hann hoyri róp á morgni og herróp um middag aftur fyri at hann drap meg ikki í móðurlívi, so at móðir varð grøv mín, og móðurlív hennara við barn til ævigar tíðir. Hví kom eg úr móðurlívi at síggja møði og sorg og enda dagar mínar í skomm? KAPITUL Zedekias sendir Jeremiasi boð, Hann svarar honum, Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, táið Zedekias kongur sendi Pashur, son Malkia, og Zefanja, son Ma'aseja, prestin, til hansara og læt siga: ?Spyr HARRAN til ráðs fyri okkum! Tí Nebukadnezar kongur í Bábel herjar á okkum kanska HARRIN fer at gera við okkum eftir øllum undurverkum Sínum, so hann fer burtur aftur frá okkum.? Jeremias svaraði teimum: Sigið við Zedekias: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Vápnini, sum í hondum tykkara eru, og sum tit berjast við uttan fyri múrin móti bábelskongi og móti Kaldearum, ið hava kringsett tykkum, teimum vendi Eg við og savni tey mitt í hesum býi. Og Eg skal sjálvur berjast við tykkum við útrættari hond og sterkum armi, í vreiði, bræði og miklum sinnismuni. Eg skal sláa tey, sum í hesum býi búgva ja, bæði fólk og fæ; av herviligum pesti skulu tey doyggja. Og síðani sigur HARRIN skal Eg geva Zedekias kong í Juda og tænarar hansara og fólkið tey, sum eftir verða í hesum býi eftir pestin, svørðið og hungurin í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; hann skal høgga tey niður við svørði, hann skal ikki eira teimum, ikki spara tey ella miskunna teimum. Og sig við hetta fólk: So sigur HARRIN: Eg leggi fyri tykkum veg lívsins og veg deyðans: Tann, ið verður verandi í hesum býi, skal doyggja fyri svørði, av hungri og av pesti; men tann, ið fer út og gevur seg í vald Kaldeara, sum hava kringsett tykkum, skal liva og vinna lív sítt sum fong. Tí Eg havi vent ásjón Míni móti hesum býi til ilt og ikki til gott, sigur HARRIN; í hendur bábelskongs skal hann verða givin, og hann skal brenna hann av. Og við hús judakongs skalt tú siga: Hoyrið orð HARRANS, hús Dávids! So sigur HARRIN: Haldið rætt hvønn morgun, og frelsið tann, ið rændur er, av hond kúgarans, so vreiði Mín brýtur ikki út sum eldur og brennur, so at eingin fær sløkt aftur fyri óndu gerðir tykkara! Ja, Eg komi á teg, tú, sum í dalinum býrt, kletturin á slættanum sigur HARRIN tit, ið siga: ?Hvør kann koma oman og leypa á okkum, og hvør fær komið inn í bústaðir okkara!? Eg skal heimsøkja tykkum eftir ávøksti verka tykkara sigur HARRIN Eg skal seta eld á skóg tykkara, og hann skal brenna upp alt rundan um har. KAPITUL Profetorð móti Sallum, Jójakim, og Konja, So segði HARRIN: Far oman í høll judakongs og tala har hetta orð sig: Hoyr orð HARRANS, judakongur, sum situr í hásæti Dávids, tú og tænarar tínir og fólk títt, tit, ið ganga inn um hesi portur! So sigur HARRIN: Gerið rætt og rættvísi, frelsið hin rænda av hondum kúgarans, gerið ikki hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni órætt kúgið tey ikki! Og úthellið ikki sakleyst blóð á hesum staði! Tí gera tit eftir hesum orði, so skulu kongar, sum sita í hásæti Dávids, koma í vagnum og á hestum inn um portrini til hetta hús hann sjálvur og tænarar og fólk hansara. Men lurta tit ikki eftir hesum orðum, so svørji Eg um Meg sjálvan sigur HARRIN at hetta hús skal verða lagt í oyði. Tí so sigur HARRIN um hús judakongs: Gilead ert tú Mær, Libanonstindur; men Eg skal so sanniliga gera teg til oyðimørk, til býir, sum eingin býr í! Eg skal halga herverksmenn móti tær, hvønn við vápnum sínum, og teir skulu fella útvaldu sedristrø tíni og blaka tey í eldin. Og mong fólkasløg skulu koma fram við hesum býi og spyrja hvørt annað: ?Hví hevur HARRIN gjørt so við henda stóra bý?? Og svarað skal verða: ?Tí tey vendu sær frá sáttmála HARRANS Guds síns og tilbóðu aðrar gudar og dýrkaðu teir.? Grátið ikki um tann, ið deyður er, og harmið ikki hann! Grátið um tann, ið burtur er farin! Tí hann skal ikki koma heimaftur og síggja føðiland sítt. Tí so sigur HARRIN um Sallum,* son Josias, kongin í Juda, hann, ið tók ríkið eftir Josias, faðir sín, og sum er farin burtur hiðani: Hann skal aldri koma heimaftur; nei, har sum teir hava flutt hann í útlegd, skal hann doyggja, og hetta land skal hann ikki síggja aftur. Vei honum, ið byggir hús sítt við órættvísi og salir sínar við órætti, sum letur næsta sín træla fyri einki og letur hann ikki fáa løn hansara, sum sigur: ?Eg skal byggja mær stórt hús við rúmligum sølum,? og sum so høggur sær vindeygu á tað, bróstar tað við sedrisviði og málar tað reytt. Ert tú kongur, fyri tað at tú kappast í at byggja av sedrisviði! Faðir tín mundi hann ikki eta og drekka og gera rætt og rættvísi! Tá gekst honum væl. Hann hjálpti hinum arma og fátæka at fáa rætt tá gekst væl! Er ikki hetta at kenna Meg! sigur HARRIN. Men eygu tíni og hjarta títt stevna ikki eftir øðrum enn vinningi og at úthella blóð hins sakleysa og fara við yvirgangi og kúgan. Tí sigur HARRIN so um Jójakim, son Josias, kongin í Juda: Tey skulu ikki halda sorgarhátíð eftir hann og rópa: ?Á bróðir! Á systir!? Tey skulu ikki halda sorgarhátíð eftir hann og rópa: ?Á harri! Á dýrd hansara!? Sum esil verður jarðað, skal hann verða jarðaður; hann skal verða drigin burt og blakaður langt út um portur Jerúsalems. Far niðan á Libanon og rópa, lat rødd tína ljóða í Basan, og rópa av Abarim!* Tí allir ástvinir tínir eru soraðir sundur. Eg talaði við teg, táið tær gekst væl; men tú segði: ?Eg vil ikki hoyra!? So hevur tú borið teg at frá ungdóminum ikki lurtað eftir tí, ið Eg havi sagt. Allir hirðar tínir skulu fúka burt fyri storminum, og ástvinir tínir noyðast at fara avstað sum fangar; ja, tá skalt tú vanærast og verða til skammar aftur fyri allan óndskap tín. Tú, ið býrt á Libanon, sum hevur reiður títt í sedristrøum sum tú fert at geva teg, táið kvalir koma á teg, verkir sum á kvinnuna, ið eigur barn! So satt sum Eg livi sigur HARRIN: Um so Konja,* sonur Jójakim, kongurin í Juda, var innsiglisringur á høgru hond Míni, skuldi Eg rivið teg haðani! Eg skal geva teg í hendur teirra, sum liggja tær eftir lívinum, í hendur teirra, sum tú ræðist, í hendur Nebukadnezars bábelskongs og í hendur Kaldeara. Eg skal kasta teg og móður tína, sum átti teg, burtur í annað land, har tit ikki vórðu fødd; og har skulu tit doyggja. Men í landið, sum tey stunda eftir at koma aftur til, hagar skulu tey ikki koma aftur. Er hann tá vanvird, sorað leirkrukka, hesin maður, Konja, ella ílat, ið eingin hirðir um? Hví eru tey kastað burt, hann og avkom hansara, og blakað burt í land, sum tey ikki kenna? Land, land, land! Hoyr orð HARRANS! So sigur HARRIN: Skrivið henda mann upp sum barnleysan, sum mann, ið onga eydnu hevur í lívinum! Tí ongum av avkomi hansara skal eydnast at sita í hásæti Dávids og hereftir stýra í Juda. KAPITUL Veiróp yvir ótrúgvar hirðar, Lyfti um góðar hirðar og rættvísan kvist av ætt Dávids, Dómur yvir lygiprofetar, Vei hirðunum, sum forkoma fylginum, ið Eg føði, og spjaða tey sundur! sigur HARRIN. Tí sigur HARRIN Gud Ísraels so um hirðarnar, ið røkta fólk Mítt: Tit hava spjatt seyð Mín sundur, stygt hann burtur og ikki hugt eftir honum. Men Eg skal heimsøkja tykkum fyri ringa atburð tykkara sigur HARRIN. Eg skal sjálvur savna leivdina av seyði Mínum úr øllum londunum, hagar Eg havi rikið hann burtur; Eg skal leiða hann aftur á hansara egna haglendi, og hann skal vera fruktbarur og nørast. Eg skal seta yvir hann hirðar, ið skulu røkta hann; hann skal ikki óttast longur og ikki ræðast, og eingin skal saknast av honum sigur HARRIN. Ja, dagar skulu koma sigur HARRIN táið Eg uppveki Dávidi rættvísan kvist; Hann skal stýra sum kongur og fara at við vísdómi og gera rætt og rættvísi í landinum. Á døgum Hansara skal Juda frelsast, og Ísrael búgva trygt; og hetta er navnið, ið Hann skal verða kallaður við: HARRIN Rættvísi okkara. Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið ikki longur skal verða sagt: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, ið leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi ? men: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, ið flutti avkom Ísraels húss higar og læt tey koma úr Norðurlandi ? og úr øllum londunum, hagar Eg hevði rikið tey. Og tey skulu búgva í landi sínum. Um profetarnar. Hjartað er sundursorað í brósti mínum, øll bein míni nøtra; eg eri sum drukkin maður, sum maður, ið vínið hevur fingið vald á fyri HARRANS skuld og fyri Hansara heilaga orðs skuld. Tí landið er fult av horkøllum; undir banninum syrgir landið, og haglendið í oyðimørkini er avsviðið; teir eru snarir til tað, ið ónt er, og styrki teirra er órættur. Tí bæði profetar og prestar eru gudleysir; um tað so er í húsi Mínum, havi Eg funnið óndskap teirra har sigur HARRIN. Tí skal leið teirra verða teimum sum hálka í myrkri; teir skulu verða rendir umkoll og falla har; tí Eg lati vanlukku koma yvir teir, árið táið teir verða heimsøktir sigur HARRIN. Hjá profetum Samaria havi Eg sæð dárskap; teir profeteraðu í navni Ba'als og leiddu Ísrael, fólk Mítt, av leið. Men hjá profetum Jerúsalems havi Eg sæð tað, ið ræðuligt er; teir dríva hor og ganga við lygn og styrkja hendur illgerðarmanna, so eingin av teimum vendir við frá óndskapi sínum; teir eru allir vorðnir Mær sum Sodoma, og tey, ið har búgva, sum Gomorra. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so um profetarnar; Eg gevi teimum malurt at eta og beiskt vatn at drekka; tí frá profetum Jerúsalems hevur gudloysi breitt seg um alt landið. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Lurtið ikki eftir tí, ið profetarnir siga, sum profetera fyri tykkum! Teir dára tykkum bert; sjónir úr sínum egna hjarta bera teir fram, ikki orð av munni HARRANS. Upp í saman siga teir við tey, sum vanvirða Meg: ?HARRIN hevur talað so: Tykkum skal gangast væl!? Og við øll, ið ganga eftir sínum egna harða hjarta, siga teir: ?Eingin vanlukka skal koma yvir tykkum!? Tí hvør av teimum hevur staðið í ráði HARRANS, so hann sá og hoyrdi orð Hansara! Hvør hevur aktað eftir orði Mínum og hoyrt tað! Stormur HARRANS vreiði Hansara gongur út, ódnarstormur; yvir høvd hinna gudleysu stoytist hann niður. Vreiði HARRANS skal ikki stillast, fyrrenn Hann hevur útint og fullført hugsanir hjarta Síns; á síðstu døgum skulu tit skilja tað heilt. Eg havi ikki sent profetarnar; tó lupu teir avstað. Eg havi ikki talað til teirra; tó profeteraðu teir. Og høvdu teir staðið í ráði Mínum, so høvdu teir latið fólk Mítt hoyrt orð Míni og vent teimum aftur av ringu leið teirra og frá óndu verkum teirra. Eri Eg tá bert Gud nær við sigur HARRIN og ikki Gud langt burtur! Fær nakar fjalt seg á loyniligum støðum, so Eg síggi hann ikki! sigur HARRIN; er tað ikki Eg, ið fylli Himmal og jørð! sigur HARRIN. Eg havi hoyrt, hvat profetarnir siga, sum profetera lygn í navni Mínum og siga: ?Eg havi droymt, eg havi droymt!? Hvussu leingi skal hetta halda á? Hava teir í huga hesir profetar, ið profetera lygn, og sum bera fram svikið úr sínum egna hjarta hugsa teir við dreymum sínum, sum teir siga hvør øðrum frá, at fáa fólk Mítt at gloyma navn Mítt, eins og fedrar teirra fyri Ba'als skuld gloymdu navn Mítt? Tann profetur, ið hevur dreym sigi hann frá dreyminum! Men tann, ið hevur orð Mítt tali hann orð Mítt í sannleika hvat hevur hálmurin við kornið at gera! sigur HARRIN. Er ikki orð Mítt sum eldur sigur HARRIN og sum hamari, ið sorar fjøll! Tí skal Eg sigur HARRIN koma yvir profetarnar, ið stjala orð Míni hvør frá øðrum. Ja, Eg skal sigur HARRIN koma yvir profetarnar, ið tala av sær sjálvum og tó siga: ?So sigur HARRIN?. Eg skal koma yvir profetarnar, ið kunngera lygidreymar sigur HARRIN og sum við at siga frá teimum villa fólk Mítt av leið við lygnum og reypi sínum; Eg havi ikki sent teir og einki boð givið teimum, og einki gagn gera teir hesum fólki sigur HARRIN. Um nú hetta fólk ella onkur profetur ella onkur prestur spyr teg: ?Hvat er ?byrði? HARRANS?? so skalt tú siga teimum, hvat ?byrðin? er: [Tit eru byrðin,] og Eg skal blaka tykkum burt! sigur HARRIN. Og tann profetur, tann prestur og tann av fólkinum, ið sigur: ??Byrði? HARRANS? tann mann og hús hansara skal Eg heimsøkja! Nei, so skulu tit siga, hvør við næsta sín og hvør við bróður sín: ?Hvat hevur HARRIN svarað?? ?Hvat hevur HARRIN talað?? Men ??byrði? HARRANS? skal ikki takast uppá tunguna aftur; tí ?byrði? hvørs mans skal vera hansara egna orð við tað at tit hava gjørt rangvørgt orð hins livandi Guds, HARRANS Guds herskaranna, Guds okkara. So skalt tú siga við profetin: ?Hvat hevur HARRIN svarað tær?? ?Hvat hevur HARRIN talað?? Men siga tit: ??Byrði? HARRANS?, tá sigur HARRIN so: Aftur fyri at tit siga hetta orðið: ??Byrði? HARRANS?, tóat Eg sendi tykkum boð og segði: Tit mugu ikki siga: ??Byrði? HARRANS?! ja, so skal Eg so heilt gloyma tykkum og blaka tykkum og býin, ið Eg gav tykkum og fedrum tykkara, burt frá ásjón Míni! Og Eg skal leggja á tykkum æviga skomm og æviga vanæru, sum aldri skal verða gloymd! KAPITUL Tær báðar fikukurvarnar. HARRIN læt meg síggja hesa sjón: Tvær kurvar fullar av fikum vóru settar framman fyri halgidóm HARRANS tað var, eftir at Nebukadnezar kongur í Bábel var farin avstað úr Jerúsalem við Jekonja, syni Jójakim, konginum í Juda, og høvdingum Juda, træsmiðunum og jarnsmiðunum, og hevði flutt teir til Bábel. Í aðrari kurvini vóru sera góðar fikur, so góðar sum tær, ið tíðliga eru stadnar; í hini kurvini vóru sera ringar fikur tær vóru ikki etandi, so ringar vóru tær. HARRIN segði við meg: ?Hvat sært tú, Jeremias?? Eg svaraði: ?Fikur; tær góðu eru sera góðar, og tær ringu eru sera ringar tær eru ikki etandi, so ringar eru tær.? Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Sum hugt verður at hesum góðu fikum, so skal Eg venda Mær til tey av Juda, ið herleidd eru, tey, sum Eg havi rikið burtur hiðani til Kaldearaland teimum til góða. Eg skal venda eygum Mínum á tey til gott og flyta tey aftur higar til landið; Eg skal byggja tey upp og ikki ríva tey niður, Eg skal planta tey og ikki slíta tey upp. Eg skal geva teimum hjarta til at kenna, at Eg eri HARRIN; tey skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra; tí tey skulu venda sær til Mín av øllum hjarta sínum. Men sum gjørt verður við hinar ringu fikurnar, ið eru so ringar, at tær eru ikki etandi ja, so sigur HARRIN: So skal Eg gera við Zedekias kong í Juda og høvdingar hansara og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, tey, sum eftir eru her í landinum, og tey, sum búgva í Egyptalandi. Eg skal lata tey verða øllum ríkjum á jørðini til ræðu og andstygd, til háð, til orðtak, til spott og til bann, allastaðni har sum Eg reki tey burt. Eg skal senda svørð, hungur og pest ímóti teimum, inntil tey eru avoydd úr landinum, ið Eg gav teimum og fedrum teirra. KAPITUL Profetorð um útlegdina í Bábel, Vreiðisteyp Harrans, Orðið, ið kom til Jeremias um alt Judafólk, fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið tað var fyrsta árið, ið Nebukadnezar bábelskongur sat við stýrið og sum Jeremias profetur talaði til alt Judafólk og til øll sum í Jerúsalem búðu; hann segði: Frá trettanda ári ið Josias judakongur, sonur Amon, sat við stýrið, og líka til henda dag nú í ár hevur orð HARRANS komið til mín, og eg havi tíðliga og seint talað til tykkara; men tit hava ikki lurtað eftir. HARRIN sendi til tykkara allar tænarar Sínar, profetarnar, tíðliga og seint; men tit lurtaðu ikki eftir, tit boygdu ikki oyra tykkara til at hoyra. Hann segði: ?Vendið við, hvør av óndu leið síni, og frá ringa atburði tykkara! So skulu tit sleppa at búgva í landinum, sum HARRIN gav tykkum og fedrum tykkara, í aldur og allar ævir. Haldið tykkum ikki til aðrar gudar, so tit dýrka og tilbiðja teir, og eggið Meg ikki til vreiði við handaverkum tykkara so Eg einki ilt lati koma yvir tykkum!? Men tit lurtaðu ikki eftir Mær sigur HARRIN nei, tit eggjaðu Meg til vreiði við handaverkum tykkara tykkum sjálvum til vanlukku. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna so: Við tað at tit hava ikki lurtað eftir orðum Mínum, ja, so sendi Eg boð eftir øllum ættunum í norðri sigur HARRIN og Eg sendi Nebukadnezar bábelskongi, tænara Mínum, boð, og Eg lati teir koma yvir hetta land og yvir tey, ið her búgva, og yvir øll fólkasløgini her rundanum; Eg slái tey við banni og geri tey til ræðslu og spott og land teirra til ævigar oyðimarkir. Bæði frøiróp og gleðiróp, bæði mál brúðgóms og mál brúðar, bæði ljóð kvarnar og ljós lampu skal Eg lata hvørva millum teirra, og alt hetta land skal verða oyðimørk lagt í oyði og hesi fólkasløg skulu í ár tæna bábelskongi. Men táið ár eru gingin, skal Eg heimsøkja kongin í Bábel og fólkið har sigur HARRIN fyri misgerð teirra; Eg skal heimsøkja Kaldearaland og gera tað til ævigar oyðimarkir. Eg skal lata koma yvir tað land øll orðini, ið Eg havi talað móti tí, alt tað, ið skrivað er í hesi bók, tað, sum Jeremias hevur profeterað um øll fólkasløgini. Tí veldig fólkasløg og stórir kongar skulu gera eisini teir til trælir; Eg skal løna teimum eftir atburði teirra og eftir handaverkum teirra. Tí so segði HARRIN Gud Ísraels við meg: ?Tak hetta steypið við vreiðivíni úr hond Míni og gev teimum at drekka av tí, øllum tjóðunum, ið Eg sendi teg til! Tær skulu drekka og sløðra og leika vitleysar av svørðinum, ið Eg sendi millum teirra.? Eg tók tá steypið úr hond HARRANS og gav teimum at drekka, øllum tjóðunum, ið HARRIN hevði sent meg til: Jerúsalem og býum Juda og kongunum og høvdingunum har til at leggja teir í oyði og gera teir til oyðimørk, spott og bann sum í dag gevur at bíta somuleiðis Farao kongi í Egyptalandi og tænarum og høvdingum hansara og øllum fólki hansara, øllum tjóðblandinum og øllum kongunum í Uzlandi og Filistaralandi, í Askalon, Gaza, Ekron og tí, sum eftir var av Asdod, Edom, Móab, Ammonitum, øllum kongunum í Týrus og Zidon, kongunum á strondunum hinumegin havið, Dedan, Tema, Buz og øllum, ið klippa niðan av hárinum, øllum kongunum í Arabia, øllum kongunum yvir tjóðblandinum, sum í oyðimørkini býr, øllum kongunum í Zimri, øllum kongunum í Elam, øllum kongunum í Media, øllum kongunum í norðri, nær og langt burtur, einum við øðrum ja, øllum ríkjum heimsins á allari jørðini og kongurin í Sesak* skal drekka eftir teir. Tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Drekkið, verðið drukkin, spýggið og fallið og komið ikki aftur á føtur av svørðinum, ið Eg sendi millum tykkara! Og vilja tey ikki taka steypið úr hond tíni og drekka, skalt tú siga við tey: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Drekka skulu tit! Staðin, ið kallaður er við navni Mínum, læt Eg jú vanlukkuna koma yvir fyrst og so skuldu tit sloppið! Nei, tit skulu ikki sleppa; tí Eg sendi boð eftir svørðinum at koma higar, yvir øll tey, sum á jørðini búgva sigur HARRIN Gud herskaranna. Alt hetta skalt tú profetera fyri teimum. Og tú skalt siga við tey: HARRIN skal brøla av hæddini og lata rødd Sína ljóða úr heilaga bústaði Sínum; ja, Hann skal brøla um haglendi Sítt; róp sum teirra, ið troða vínpersuna, skal Hann skera ímóti øllum, sum á jørðini búgva. Tað dynur, so tað hoyrist at enda jarðarinnar tí HARRIN hevur trætu við fólkini; Hann heldur dóm yvir øllum holdi; hini gudleysu gevur Hann upp til svørðið sigur HARRIN. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Vanlukka fer frá einum fólki til annað; harður stormur brestur á frá ytsta enda jarðar. Tey, sum HARRIN hevur dripið, skulu tann dag liggja úr øðrum enda jarðarinnar í annan; eingin skal gráta um tey, og eingin skal savna tey saman og jarða tey; tøð á markini skulu tey verða. Venið tykkum, hirðar, rópið og veltist í dustinum tit, sum frægastir eru í fylginum! Tí komin er tíð tykkara at verða slaktaðir og at verða spjaddir, og tit skulu detta niður sum dýrabart ílat. Tá skal einki skjól vera fyri hirðarnar longur, og hinir frægastu í fylginum skulu ikki komast undan. Hoyr, hvussu hirðarnir rópa, og hinir frægastu í fylginum vena seg! Tí HARRIN oyðir haglendi teirra, og hinar friðarligu eingir verða lagdar í oyði við brennandi vreiði HARRANS. Sum leyvan gongur Hann fram úr loynistaði Sínum; ja, land teirra verður oyðimørk av svørðinum, ið herjar, og av brennandi vreiði Hansara. KAPITUL Profetorð um dóm vvir Juda, Teir liggja Jeremiasi eftir lívinum, Uria profetur, Í byrjan ríkisstjórnar Jójakims judakongs, sonar Josiasar, kom hetta orðið frá HARRANUM; Hann segði: So sigur HARRIN: Stíg fram í forgarði húss HARRANS og tala til øll tey úr býum Juda, sum koma at tilbiðja í húsi HARRANS, øll orðini, ið Eg havi álagt tær at tala til teirra lat ikki eitt orð verða ósagt! Tað kundi borið á, at tey lurtaðu eftir og vendu við, hvør av óndu leið síni, so Eg fekk angrað tað illa, ið Eg havi í huga at gera teimum aftur fyri ringa atburð teirra. Tú skalt siga við tey: So sigur HARRIN: So satt sum tit vilja ikki lurta eftir Mær, so tit gera eftir lógini, ið Eg havi lagt fyri tykkum, og lurta eftir tí, sum tænarar Mínir profetarnir tala, teir, ið Eg sendi til tykkara bæði tíðliga og seint tóat tit vilja ikki lurta eftir so skal Eg gera við hetta hús sum við Silo; og henda bý skal Eg gera til illbøn fyri øll fólkasløg á jørðini. Prestarnir, profetarnir og alt fólkið hoyrdu nú Jeremias tala hesi orð í húsi HARRANS. Og táið Jeremias var liðugur at tala alt, ið HARRIN hevði álagt honum at tala til alt fólkið, tóku teir hann á hondum prestarnir, profetarnir og alt fólkið og søgdu: ?Nú skalt tú lata lív! Hví hevur tú profeterað í navni HARRANS og sagt: ?Tað skal gangast við hesum húsi sum við Silo, og hesin býur skal verða lagdur í oyði, so eingin býr í honum!?? Og alt fólkið tyrptist saman um Jeremias í húsi HARRANS. Men táið høvdingar Juda hoyrdu hetta, fóru teir úr kongshøllini niðan í hús HARRANS og settust uttan fyri Nýggjaportur í húsi HARRANS. Prestarnir og profetarnir søgdu nú við høvdingarnar og alt fólkið: ?Hesin maður er deyðasekur; tí hann hevur profeterað móti hesum býi, soleiðis sum tit við egnum oyrum hava hoyrt!? Tá segði Jeremias við allar høvdingarnar og alt fólkið: ?HARRIN hevur sent meg at profetera móti hesum húsi og móti hesum býi alt tað, ið tit hava hoyrt. Bøtið tí nú leiðir og atburð tykkara, og lurtið eftir tí, sum HARRIN Gud tykkara sigur! So skal HARRIN angra tað illa, ið Hann hevur talað móti tykkum. Og eg ja, eg eri í hondum tykkara gerið við meg, sum gott og beint er í eygum tykkara! Men tað skulu tit vita, at drepa tit meg, so draga tit sakleyst blóð oman yvir tykkum sjálvar og yvir henda bý og tey, sum í honum búgva; tí sanniliga er tað HARRIN, ið hevur sent meg at tala øll hesi orð fyri oyrum tykkara!? Nú søgdu høvdingarnir og alt fólkið við prestarnar og profetarnar: ?Hesin maður er ikki deyðasekur tað er jú í navni HARRANS Guds okkara, hann hevur talað til okkara!? Og nakrir av hinum elstu í landinum stigu fram og søgdu við alt fólkið, ið saman var komið: ?Meðan Ezekias var kongur í Juda, profeteraði Mika úr Moreset og segði við alt fólkið í Juda: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna: Zion skal verða pløgt sum akur, Jerúsalem verða til eyrdungar, og tempulfjallið til skóghæddir.? Mundi Ezekias judakongur og alt Juda drepa hann! Óttaðist hann ikki HARRAN, og bønaði hann ikki Hann, so HARRIN angraði tað illa, ið Hann hevði talað móti teimum! Tað er stór vanlukka, ið vit eru um at draga oman yvir okkum sjálvar!? Har var eisini annar maður, sum profeteraði í navni HARRANS, Uria, sonur Semaja, úr Kirjat-Jearim; hann profeteraði móti hesum býi og hesum landi, júst á sama hátt sum Jeremias. Táið tá Jójakim kongur og allir kappar hansara og allir høvdingarnir hoyrdu tað, ið hann segði, royndi kongurin at fáa dripið hann; men Uria fekk hetta at frætta, og hann ræddist og flýddi og kom til Egyptalands. Tá sendi Jójakim kongur nakrar menn til Egyptalands; hann sendi Elnatan, son Akbor, og nakrar aðrar til Egyptalands; teir høvdu Uria við heim úr Egyptalandi og fóru við honum til Jójakim kong; og hann læt hann drepa við svørði og lík hansara kasta, har sum smámaðurin hevði grevstur. Men Ahikam, sonur Safan, vardi Jeremias og forðaði fyri, at hann varð givin fólkinum í hendur at verða dripin. KAPITUL Profetorð um ok Bábels á Juda og øðrum tjóðum. Í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs, sonar Josiasar, kom hetta orð til Jeremias frá HARRANUM; hann segði: So segði HARRIN við meg: Ger tær bond og ok og legg tey á háls tín! Síðani skalt tú senda tey til kongin í Edom, kongin í Móab, kong Ammonita, kongin í Týrus og kongin í Zidon við sendimonnunum, ið koma til Jerúsalem, til Zedekias kong í Juda. Tú skalt siga við teir at bera harrum sínum hesi boð: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: So skulu tit siga við harrar tykkara: Eg havi við mikla mátti Mínum og við útrætta armi Mínum gjørt jørðina og menniskjuni og dýrini, ið á jørðini eru; og Eg lati tann, sum er hin rætti í eygum Mínum, fáa tað. Nú havi Eg givið øll hesi lond í hond Nebukadnezars kongs í Bábel, tænara Míns; eisini dýrini á markini havi Eg givið honum, so tey skulu tæna honum. Øll fólkasløg skulu tæna honum og syni og sonarsyni hansara inntil eisini tíð lands hansara kemur; tá skulu veldig fólkasløg og stórir kongar gera hann til træl. Tann tjóð og tað ríki, ið ikki vil tæna honum, Nebukadnezar kongi í Bábel, og sum ikki vil boyggja hálsin undir ok bábelskongs, ta tjóð skal Eg heimsøkja við svørði, hungri og pesti sigur HARRIN inntil Eg við hond hansara havi gjørt enda á teimum. Og tit lurtið ikki eftir profetum og spámonnum tykkara, ei heldur eftir dreymum tykkara, ei heldur eftir tekintýðarum og gandakøllum tykkara, sum siga við tykkum: ?Einki skulu tit koma at tæna bábelskongi!? Tí tað er lygn, teir profetera fyri tykkum til at fáa tykkum burt úr landi tykkara, við tað at Eg tá reki tykkum burt, og tit ganga til grundar. Men tann tjóð, ið boyggir hálsin undir ok bábelskongs og tænir honum, henni skal Eg loyva at verða í friði í landi sínum sigur HARRIN og hon skal sleppa at dýrka tað og búgva í tí. Við Zedekias kong í Juda segði eg alt hetta sama; eg segði: Boyggið hálsin undir ok bábelskongs og tænið honum og fólki hansara! So skulu tit liva. Hví vilja tit doyggja, tú og fólk títt, fyri svørði og av hungri og pesti so sum HARRIN hevur talað um tað fólk, ið ikki vil tæna bábelskongi? Lurtið ikki eftir tí, sum profetarnir tala, teir, ið siga við tykkum: ?Einki skulu tit koma at tæna bábelskongi!? Tí tað er lygn, teir profetera fyri tykkum. Eg havi ikki sent teir sigur HARRIN nei, teir profetera rangt í navni Mínum, so Eg noyðist at reka tykkum burt, og tit fara at ganga til grundar, tit og profetarnir, ið profetera fyri tykkum. Og eg talaði til prestarnar og alt hetta fólk; eg segði: So sigur HARRIN: Lurtið ikki eftir tí, sum profetar tykkara tala, táið teir profetera fyri tykkum og siga: ?Nú skulu íløtini úr húsi HARRANS skjótt verða flutt heimaftur úr Bábel!? Tí tað er lygn, teir profetera fyri tykkum. Lurtið ikki eftir teimum, nei, tænið konginum í Bábel! So skulu tit liva. Hví skal hesin býur verða til oyðimørk? Eru teir profetar hava teir orð HARRANS so biði teir til HARRAN Gud herskaranna, at íløtini, sum eftir eru í húsi HARRANS, í høll judakongs og í Jerúsalem, skulu ikki koma til Bábel við! Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna um súlurnar, um havið,* um stabbarnar og um hini íløtini tey, sum eftir eru í hesum býi, og sum Nebukadnezar kongur í Bábel ikki tók við, táið hann fór við Jekonja judakongi, syni Jójakim, úr Jerúsalem til Bábel honum og øllum stórmonnum Juda og Jerúsalems - ja, so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, um íløtini, sum eftir eru í húsi HARRANS, í høll judakongs og í Jerúsalem: Til Bábel skulu tey verða flutt, og har skulu tey vera, líka til tann dag Eg vitji tey sigur HARRIN og flyti tey higar og lati tey koma aftur til hetta stað. KAPITUL Jeremias og Hananja lygiprofetur. Sama árið í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs, í fimta mánaði fjórða árið segði Hananja, sonur Azzur, profeturin úr Gibeon, við meg í húsi HARRANS, meðan prestarnir og alt fólkið stóðu hjá: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg havi brotið sundur ok bábelskongs! Um tvey ár lati Eg koma aftur higar øll íløtini úr húsi HARRANS, sum Nebukadnezar kongur í Bábel flutti burt hiðani og fór til Bábel við. Og Jekonja judakong, son Jójakim, og øll hini herleiddu úr Juda tey, sum komin eru til Bábel lati Eg koma aftur higar sigur HARRIN tí Eg skal bróta sundur ok bábelskongs.? Jeremias profetur svaraði Hananja profeti, so prestarnir og alt fólkið, sum í húsi HARRANS stóð, hoyrdu Jeremias profetur segði: ?Amen! HARRIN geri so! HARRIN lati orðið ganga út, sum tú profeteraði, so Hann letur íløtini úr húsi HARRANS og øll hini herleiddu koma higar aftur úr Bábel! Men hoyr nú hetta orð, ið eg tali, so tú og alt fólkið hoyra: Profetarnir, ið verið hava undan mær og tær, frá fornum tíðum, hava profeterað móti mongum londum og móti stórum ríkjum um ófrið, vanlukku og pest. Tann profetur, ið profeterar um frið ganga orð hansara út, so dugir ein og hvør at síggja, at hann er profetur, ið HARRIN av sonnum hevur sent.? Men Hananja profetur tók okið av hálsi Jeremiasar profets og breyt tað sundur. Og Hananja segði, meðan alt fólkið stóð hjá: ?So sigur HARRIN: Soleiðis skal Eg um tvey ár bróta sundur ok Nebukadnezars bábelskongs, og taka tað av hálsi alra tjóða!? Tá rýmdi Jeremias profetur. Men eftir at Hananja profetur hevði brotið okið og tikið tað av hálsi Jeremiasar profets, kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði: ?Far og sig við Hananja: So sigur HARRIN: Ok av viði hevur tú brotið sundur, men Eg skal gera ok av jarni í staðin fyri! Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Ok av jarni havi Eg lagt á hálsin á øllum hesum fólkasløgum, so tey skulu noyðast at tæna Nebukadnezar kongi í Bábel og tey skulu tæna honum! Eisini dýrini á markini havi Eg givið honum.? Síðani segði Jeremias profetur við Hananja profet: ?Hoyr, Hananja! HARRIN hevur ikki sent teg, og tú hevur fingið hetta fólk at seta álit sítt á lygn. Tí sigur HARRIN so: Eg blaki teg burt av jørðini; tú skalt ikki ganga av árinum, aftur fyri at tú hevur prædikað fráfall frá HARRANUM!? Og Hananja profetur doyði í sjeynda mánaði sama ár. KAPITUL Bræv frá Jeremiasi til Jødarnar í Bábel, Tveir lygiprofetar, Revsidómur yvir Semaja, Hetta er innihald brævsins, ið Jeremias profetur sendi úr Jerúsalem til teirra, ið eftir livdu av hinum elstu millum teirra, sum herleidd vóru, og til prestarnar, profetarnar og alt tað fólkið, ið Nebukadnezar hevði herleitt úr Jerúsalem til Bábel, eftir at Jekonja kongur, móðir kongin, hirðmenninir, høvdingar Juda og Jerúsalems, træsmiðirnir og jarnsmiðirnir vóru farnir úr Jerúsalem. Hann sendi brævið við El'asa, syni Safan, og Gemarja, syni Hilkia, sum Zedekias kongur í Juda sendi til Bábel, til Nebukadnezar kong í Bábel. Tað ljóðaði so: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, við allar teir, ið Eg havi herleitt úr Jerúsalem til Bábel: Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra! Takið tykkum konur og fáið synir og døtur, takið sonum tykkara konur og giftið døtur tykkara burtur, so tær kunnu fáa synir og døtur. Nørist har, fækkist ikki! Latið liggja tykkum á hjarta, at tí býi gongst væl, sum Eg havi herleitt tykkum til biðið til HARRAN fyri honum! Tí táið honum gongst væl, gongst tykkum væl. Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Latið teir ikki dára tykkum, profetarnar, ið millum tykkum eru, og spámenn tykkara, og farið heldur ikki eftir dreymunum, ið tit droyma! Tí rangt profetera teir fyri tykkum í navni Mínum; Eg havi ikki sent teir sigur HARRIN. Tí so sigur HARRIN: Táið ár eru umliðin fyri Bábel, skal Eg vitja tykkum og uppfylla tykkum tað góða, ið Eg havi talað, at Eg skal lata tykkum koma aftur higar. Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum sigur HARRIN friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón. Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum. Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara. Eg skal lata tykkum finna Meg sigur HARRIN Eg skal venda lagnu tykkara og sanka tykkum saman frá øllum tjóðunum og av øllum støðunum, hagar Eg havi rikið tykkum burt sigur HARRIN og Eg skal lata tykkum koma aftur til staðið, haðani Eg herleiddi tykkum. Tit siga jú: ?HARRIN hevur reist okkum upp profetar í Bábel!? Tí so sigur HARRIN um kongin, sum í hásæti Dávids situr, og um alt fólkið, sum í hesum býi býr, brøður tykkara, sum ikki eru farnir avstað við tykkum í útlegd so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg sendi svørð, hungur og pest millum teirra og geri við teir, sum gjørt verður við tær ringu fikurnar, ið ikki eru etandi, sum tær eru ringar; Eg skal elta teir við svørði, hungri og pesti, og Eg skal lata øll ríki á jørðini fara illa við teimum og gera teir til illbøn og ræðslu, til spott og til háð millum øll fólkasløgini, hagar Eg reki teir burt aftur fyri at teir lurtaðu ikki eftir tí, sum Eg segði sigur HARRIN táið Eg tíðliga og seint sendi tænarar Mínar profetarnar til teirra men tit vildu ikki lurta eftir! sigur HARRIN. Men hoyrið nú tit orð HARRANS, øll tit herleiddu, ið Eg havi sent úr Jerúsalem til Bábel! So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, um Akab, son Kolaja, og um Zedekias, son Ma'aseja, teir, ið profetera lygn fyri tykkum í navni Mínum: Eg gevi teir í hond Nebukadnezars kongs í Bábel, og hann skal drepa teir fyri eygum tykkara. Øll tey av Juda, sum eru í útlegd í Bábel, skulu nýta teir sum illbøn og siga: ?HARRIN geri við teg sum við Zedekias og Akab, sum bábelskongur steikti í eldi!? aftur fyri at teir gjørdu skemdarverk í Ísrael, drivu hor við konum hvørs annars og talaðu lygiorð í navni Mínum slíkt, sum Eg einki boð hevði givið teimum um; Eg veit tað og eri vitni sigur HARRIN. Við Semaja úr Nehelam skalt tú siga: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tú hevur í tínum egna navni sent bræv til alt fólkið í Jerúsalem, til Zefanja, son Ma'aseja, prestin, og til allar prestarnar og sagt: ?HARRIN hevur sett teg til prest í stað Jójada prests, so umsjónarmenn skulu vera í húsi HARRANS yvir øllum, sum eru óðir og fáast við at profetera slíkar skalt tú seta í stokk og hálsjarn! Hví hevur tú tá ikki revsað Jeremias úr Anatot, sum fæst við at profetera fyri tykkum? Tí hevur hann nú fingið sent boð til okkara í Bábel og latið siga: ?Tað kemur at verða leingi! Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!?? Hetta bræv las nú Zefanja prestur fyri Jeremiasi profeti. Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði: Send øllum hinum herleiddu boð og sig: So sigur HARRIN um Semaja úr Nehelam: Aftur fyri at Semaja ósendur av Mær hevur profeterað fyri tykkum og fingið tykkum at seta álit tykkara á lygn, tí sigur HARRIN so: Eg heimsøki Semaja úr Nehelam og eftirkomarar hansara; eingin av eftirkomarum hansara skal búgva millum hetta fólk, og hann skal ikki fáa at síggja tað góða, ið Eg geri fólki Mínum sigur HARRIN tí hann hevur prædikað fráfall frá HARRANUM. KAPITUL Profetorð um endurloysingina úr Bábel. Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Skriva upp í bók øll orðini, ið Eg havi talað til tín! Tí dagar koma sigur HARRIN táið Eg vendi lagnu fólks Míns, Ísraels og Juda sigur HARRIN og lati tey koma aftur til landið, ið Eg gav fedrum teirra, so tey fáa tikið tað í ogn. Hetta eru orðini, ið HARRIN hevur talað um Ísrael og Juda: So sigur HARRIN: Ræðsluróp hava vit hoyrt ótti er og eingin friður. Spyrjið og vitið, um maður eigur barn! Ella hví síggi Eg hvønn mann við hondunum á lendunum sum kvinnu, ið hevur fingið ilt, og hví eru øll andlit vorðin líkbleik? Vei! Stórur er tann dagur, eingin er sum hann, og neyðartíð er tað Jákupi; tó skal hann verða bjargaður úr henni. Tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna skal Eg bróta ok hansara* sundur og taka tað av hálsi tínum; bondini skal Eg slíta av tær, og fremmandir skulu ikki longur halda teg í trældómi. Nei, tey skulu tæna HARRANUM Gudi sínum og Dávidi, kongi sínum, sum Eg skal reisa teimum upp. Óttast tí ikki, tænari Mín Jákup sigur HARRIN og ræðst ikki, Ísrael! Tí Eg skal bjarga tær úr landinum langt burtur og avkomi tínum úr landinum, har tey eru fangar; Jákup skal koma aftur og liva í friði og vera tryggur; eingin skal ræða hann. Tí Eg eri við tær sigur HARRIN og Eg skal frelsa teg; Eg skal gera enda á øllum tjóðunum, ið Eg havi spjatt teg millum; bert tær skal Eg ikki gera enda á; Eg skal tykta teg við máta, heilt óstraffaðan skal Eg ikki lata teg verða. Tí so sigur HARRIN: Óbøtandi er skaði tín, ógrøðandi sár títt! Eingin tekur sær av málevni tínum. Grøðing er eingin fyri svull tín; heilsubót, plástur er ikki fyri teg. Allir ástvinir tínir hava gloymt teg, teir spyrja ikki eftir tær; tí Eg havi sligið teg, eins og fíggindi slær, eins og hin grummi tyktar aftur fyri at misbrot títt var so stórt, og syndir tínar vóru so nógvar. Hví rópar tú um skaða tín, um, at pína tín er óbøtandi? Aftur fyri at misbrot títt var so stórt, og syndir tínar vóru so nógvar, havi Eg gjørt tær hetta. Tí skulu allir teir, ið eta teg, verða etnir, og allir teir, ið eru fíggindar tínir, verða herleiddir hvør ein; teir, ið ræna teg, skulu verða rændir, og allar teir, ið taka frá tær, skal Eg gera til rán. Tí Eg skal binda um hjá tær og grøða sár tíni sigur HARRIN; tey rópa teg jú ?hina burtriknu?, ?Zion, sum eingin spyr eftir.? So sigur HARRIN: Eg geri enda á útlegd Jákups tjalda og vísi bústøðum hansara náði; býurin skal verða bygdur á heyggi sínum, og borgin skal standa á rætta staði sínum. Lovsongur skal hoyrast frá teimum, og róp frá glaðum menniskjum; Eg skal gera tey fjølment, tey skulu ikki fækkast; Eg skal veita teimum dýrd, tey skulu ikki verða roknað fyri lítið. Synir hansara skulu vera sum í gomlum døgum; samkoma hansara skal standa føst fyri ásjón Míni, og Eg skal heimsøkja allar teir, ið kúga hann. Hin veldigi hansara skal koma frá honum sjálvum, Harri hansara skal ganga fram úr flokki hansara; Eg skal lata Hann koma nær, og Hann skal stíga fram fyri Meg; tí hvør fer annars at vága lívið og koma Mær nær! sigur HARRIN. Tit skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara. Stormur HARRANS, vreiðin, er brostin á, ódnarstormur; hann kemur í hvirlum niður á høvd hinna gudleysu. Brennandi vreiði HARRANS skal ikki hæsa av, fyrrenn Hann hevur útint ta ætlan, Hann hevur í hjartanum á síðstu døgum fara tit at skilja tað. KAPITUL Frelsa Ísraels á komandi døgum. Tá skal Eg sigur HARRIN vera Gud fyri allar ættir Ísraels, og tey skulu vera fólk Mítt. So sigur HARRIN: Fólkið, ið undan er sloppið svørðinum, hevur funnið náði í oyðimørkini; Eg skal fara og leiða Ísrael til hvíldar. Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: ?Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði. Eina ferð enn skal Eg byggja teg, og tú skalt verða bygd, tú moyggin Ísrael! Eina ferð enn skalt tú prýða teg við trummum tínum og fara út í dansin við hinum glaðu. Eina ferð enn skalt tú planta víngarðar á Samariafjøllum; teir, ið planta teir, skulu eisini hava nýtsluna av teimum. Tí tann dagur kemur, táið vaktarar skulu rópa á Efra'imsfjøllum: ?Komið, latið okkum fara til Zion, til HARRAN Gud okkara!?? Tí so sigur HARRIN: Frøist yvir Jákup við gleði, fegnist yvir hina fremstu av tjóðunum! Latið hoyrast lovsong og sigið: ?HARRI! Frels fólk Títt, leivd Ísraels!? Ja, Eg flyti tey higar úr Norðurlandi og savni tey frá ytsta enda jarðar; millum teirra eru bæði blind og lamin, bæði konur, ið eru við barn, og konur, ið hava fingið ilt; sum stórur skari koma tey higar aftur. Grátandi skulu tey koma, og eyðmjúkt skulu tey biðja, meðan Eg leiði tey; Eg skal leiða tey til rennandi løkir á sløttum vegi, sum tey ikki skulu snáva á; tí Eg eri vorðin Ísrael faðir, og Efra'im er hin frumborni Mín. Hoyrið orð HARRANS, tit tjóðir, og kunngerið tað á oyggjunum langt burtur sigið: Hann, ið spjaddi Ísrael, skal savna tað saman og røkta tað, sum hirði røktar fylgi sítt. Tí HARRIN hevur bjargað Jákupi; Hann hevur loyst hann av hond hansara, ið var sterkari enn hann. Og tey skulu koma og syngja av gleði á Zionsfjalli; tey skulu streyma til góða HARRANS, til korn, vín, olju, ungan seyð og ungneyt; sál teirra skal vera sum vatnríkur urtagarður, og tey skulu ikki ørmaktast longur. Tá skulu moyggjar gleðast í dansi, og ung og gomul skulu gleðast saman; Eg skal venda sorg teirra í gleði og troysta tey og gleða tey eftir sorg teirra. Eg skal lívga prestarnar við tí, sum feitt er, og fólk Mítt skal mettast av góðum Mínum sigur HARRIN. So sigur HARRIN: Rødd hoyrist í Rama, venan og sárur grátur; Rakul grætur um børn síni; hon vil ikki lata seg troysta eftir børn síni; tí tey eru ikki til longur. So sigur HARRIN: Halt uppat við gráti tínum, og lat ikki eygu tíni fella tár longur! Tú skalt fáa løn fyri arbeiði títt sigur HARRIN og tey skulu koma heimaftur úr fíggindalandinum. Ja, vón er um framtíð tína, sigur HARRIN og børnini skulu koma heimaftur til land sítt. Eg havi hoyrt Efra'im gremja seg: ?Tú hevur tyktað meg, ja, eg varð tyktaður sum ótamdur kálvur! Umvend Tú meg so verði eg umvendur! Tú ert jú HARRIN Gud mín. Tí eftir at eg eri umvendur, angri eg, og eftir at eg havi fingið vit, slái eg meg á lendarnar; eg blúgvist, ja, eg skammist, tí eg beri skomm ungdóms míns.? Er tá Efra'im Mær so dýrabarur sonur? Er hann kærasta barn Mítt síðani Eg enn má minnast hann, tóat Eg so mangan havi talað móti honum? Ja, tí rørist hjarta Mítt, sum Mær tykist synd í honum, Eg má miskunna Meg yvir hann! sigur HARRIN. Reis tær varðar, set tær vegvísarar, gev hinum lagda vegnum gætur leiðini, ið tú gekst! Kom aftur, moyggin Ísrael, kom heimaftur til býir tínar her! Hvussu leingi ætlar tú at reika aftur og fram, tú hin fráfalna dóttirin? Tí HARRIN skapir nakað nýtt í landinum: Kvinnan er vernd mansins. So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Einaferð enn skal verða sagt í Judalandi og í býunum har táið Eg vendi lagnu teirra -: ?HARRIN signi teg, rættvísibústaðurin, tú hitt heilaga fjallið!? Og Juda við øllum býum sínum skal búgva har saman sum bøndur og sum hirðar, ið flyta higar og hagar. Tí Eg skal lívga hina troyttu sál, og hvørja ørmaktaða sál skal Eg metta. Við hetta vaknaði eg og hugdi rundan um meg, og svøvnurin hevði verið mær søtur. Dagar skulu koma sigur HARRIN táið Eg skal sáa menniskjasáð og dýrasáð í øllum Ísraelslandi og Judalandi. Og eins og Eg havi vakt yvir teimum til at slíta upp og til at ríva og bróta niður, forkoma teimum og plága tey, soleiðis skal Eg eisini vakja yvir teimum til at byggja og planta sigur HARRIN. Á teimum døgum skal ikki longur verða sagt: ?Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu sárar tenn.? Nei, ein og hvør skal doyggja fyri sítt egna misbrot ein og hvør, ið etur súr vínber, skal sjálvur fáa sárar tenn. Dagar koma sigur HARRIN táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda, ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra sigur HARRIN. Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar sigur HARRIN -: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt. Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: ?Kenn HARRAN!? Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór sigur HARRIN tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra. So sigur HARRIN, Hann, ið setti sólina at lýsa um dagin og mánan og stjørnurnar at lýsa um náttina, eftir fastari lóg Hann, ið øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna: Táið hesar lógir ikki longur eru í gildi fyri ásjón Míni sigur HARRIN skal eisini ætt Ísraels halda uppat at vera tjóð fyri ásjón Míni allar dagar. So sigur HARRIN: Táið himmalin haruppi verður máldur, og grundvøllir jarðarinnar harniðri verða granskaðir út, skal Eg eisini vraka ætt Ísraels fyri alt tað, ið tey hava gjørt sigur HARRIN. Dagar koma sigur HARRIN táið býurin verður bygdur HARRANUM frá Hananeltorni líka at Hornsportri. Haðani skal málisnørið ganga beint á Garebsheyggj og síðani taka aðra leið til Goa. Og allur dalurin við hinum deyðu kroppunum og øskuni og allar markirnar líka at Kidronsløki, at horni Rossaporturs, fyri eystan, skulu vera HARRANUM halgað; har skal aldri í allar ævir aftur nakað verða slitið upp ella brotið niður. KAPITUL Jeremias keypir jørð í Anatot, Profetorð um, at Judafólk aftur skal verða signað, Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, tíggjunda árið ið Zedekias judakongur sat við stýrið tað var átjanda árið, ið Nebukadnezar sat við stýrið. Herur bábelskongs helt tá Jerúsalem kringsett, og Jeremias profetur var innistongdur í vaktargarðinum, sum hoyrdi til høll judakongs; har hevði Zedekias kongur í Juda latið steingja hann inni við hesum orðum: ?Hví profeterar tú og sigur: So sigur HARRIN: Eg gevi henda bý í hendur bábelskongs, og hann skal taka hann; og Zedekias kongur í Juda skal ikki komast undan hondum Kaldeara; nei, hann skal verða givin í hendur bábelskongs, og hann skal tosa við hann munn til munn og síggja hann eyga til eyga; hann skal fara til Bábel við Zedekiasi, og har skal hann vera, inntil Eg vitji hann sigur HARRIN; táið tit berjast við Kaldearar, skal eydnan ikki vera við tykkum!? Jeremias segði: ?Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Hanamel, sonur faðirbróður tín Sallum, kemur til tín og sigur: ?Keyp jørð mína í Anatot! Tí tú eigur rættin at loysa hana, so tú kanst keypa hana.?? Og Hanamel, sonur faðirbróður, kom sum HARRIN hevði sagt til mín í vaktargarðinum og segði: ?Keyp jørð mína í Anatot í Benjaminslandi! Tí tú hevur óðalsrættin, og tín er skyldan at loysa hana keyp hana!? Tá dugdi eg at síggja, at tað var orð HARRANS. Eg keypti tí jørðina í Anatot frá Hanamel, syni faðirbróður, og eg vigaði honum út silvurið, seklar. Síðani skrivaði eg keypibræv, innsiglaði tað og tók vitni, og eg vigaði silvurið á vekt. So tók eg keypibrævið, bæði hitt innsiglaða við avtaluni og korunum og hitt opna, og eg fekk Baruk, syni Nerija, son Maseja, keypibrævið, meðan teir vóru hjástaddir skyldmaður mín Hanamel, vitnini, ið høvdu skrivað undir keypibrævið, og allir Jødarnir, sum í vaktargarðinum sótu. Og meðan teir vóru hjástaddir, gav eg Baruk hetta boð: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tak hesi brøv, hetta innsiglaða keypibrævið og hetta opna brævið, og legg tey í leirílat, so tey kunnu halda seg langa tíð! Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eina ferð enn skulu hús, jørð og víngarðar verða keypt í hesum landi.? Táið eg hevði fingið Baruk, syni Nerija, keypibrævið, bað eg til HARRAN; eg segði: ?Á Harri HARRI! Tú ert jú tann, ið hevur skapt himmal og jørð við mikla mátti Tínum og útrætta armi Tínum; einki er Tær ov undurfult, Tú, sum gert náði móti túsundum og lønir børnum misgerð fedranna, ið undan teimum gingu Tú stóri, veldigi Gud, ið eitur HARRIN Gud herskaranna, Tú, sum ert stórur í ráðum og veldigur í verkum, Tú, hvørs eygu eru upplatin yvir leiðum hvørs menniskjabarns, til at geva einum og hvørjum eftir atburði hansara og eftir ávøksti verka hansara, Tú, sum gjørdi tekin og undur í Egyptalandi og gert tey enn í dag, bæði við Ísrael og við onnur menniskju og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag! Tú leiddi Ísrael, fólk Títt, út av Egyptalandi við teknum og undrum og við sterkari hond, útrættum armi og stórari ræðslu og gavst teimum hetta land, sum Tú við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva teimum, land, ið flýtur í mjólk og hunangi. Tey komu og tóku tað í ogn. Men tey lurtaðu ikki eftir tí, sum Tú segði, og livdu ikki eftir lógum Tínum; einki gjørdu tey av tí, sum Tú hevði álagt teimum. Tí lætst Tú alla hesa vanlukku koma yvir tey. Ja, álopsvirki fíggindanna eru komin líka at býnum, so teir fáa tikið hann; við svørði, hungri og pesti er býurin givin í hendur Kaldeara, sum herja á hann, og tað, ið Tú hevur talað, er gingið út sum Tú sjálvur sært. Og kortini hóast býurin er givin í hendur Kaldeara hevur Tú, Harri HARRI, sagt við meg: ?Keyp jørðina fyri pening og tak vitni uppá tað!?? Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði: Eg eri HARRIN, Gud als holds skuldi nakað verið Mær ov undurfult! Tí sigur HARRIN so: Eg gevi henda bý í hendur Kaldeara og í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel; hann skal taka hann; og Kaldearar, sum herja á henda bý, skulu koma og seta eld á hann og brenna hann og húsini, har tey á tekjunum hava brent roykilsi fyri Ba'al og úthelt drykkjuoffur fyri øðrum gudum til at eggja Meg til vreiði! Tí líka frá ungdóminum hava Ísraelsmenn og Judamenn einki gjørt uttan tað, sum ónt er í eygum Mínum; Ísraelsmenn hava einki gjørt uttan eggjað Meg til vreiði við handaverkum sínum sigur HARRIN. Ja, líka frá tí degi hesin staður varð bygdur og til henda dag, hevur hann eggjað Meg til vreiði og loypt ilt í Meg; Eg noyðist tí at beina hann burt frá ásjón Míni aftur fyri alt tað illa, ið Ísraelsmenn og Judamenn hava gjørt og eggjað Meg til vreiði við, teir og kongar teirra, høvdingar, prestar og profetar teirra, Judamenn og teir, sum í Jerúsalem búgva. Bakið og ikki andlitið vendu teir Mær; og tóat Eg lærdi teir tíðliga og seint, lurtaðu teir ikki eftir Mær og tóku ikki við tykt. Nei, teir reistu viðurstygdir sínar í húsinum, sum kallað er við navni Mínum, og gjørdu tað óreint. Teir bygdu Ba'al offurheyggjar í Hinnomssonardali, til at lata synir og døtur sínar ganga gjøgnum eldin fyri Molok slíkt, sum Eg einki boð hevði givið teimum um, og sum aldri hevði verið Mær í huga at teir skuldu gera nakað so viðurstyggiligt. Soleiðis fingu teir Juda at synda. Men tí* sigur HARRIN Gud Ísraels nú so um henda bý, sum tit siga um: ?Við svørði, hungri og pesti er hann givin í hendur bábelskongs? -: Eg savni tey saman úr øllum londunum, hagar Eg rak tey burt í vreiði og bræði Míni og mikla sinnismuni Mínum og Eg skal lata tey koma aftur higar og búgva trygg. Tey skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra. Og Eg skal geva teimum øllum sama hjartalag og læra tey øll sama veg at óttast Meg allar dagar, so teimum kann gangast væl, teimum og børnum teirra eftir tey. Eg skal gera ævigan sáttmála við tey um, at Eg aldri skal venda Mær frá teimum og geva uppat at gera væl við tey; ótta fyri Mær skal Eg leggja teimum í hjartað, so tey víkja ikki frá Mær. Tað skal vera gleði Mín at gera væl við tey, og Eg skal í trúfesti og av øllum hjarta Mínum og allari sál Míni planta tey í hesum landi. Tí so sigur HARRIN: Eins og Eg havi latið alla hesa stóru vanlukku koma yvir hetta fólk, skal Eg eisini lata koma yvir tey alt tað góða, ið Eg havi lovað teimum. Jørð skal verða keypt í hesum landi, sum tit siga um: ?Tað er oyðimørk, har er hvørki fólk ella fæ, tað er givið í hendur Kaldeara!? Ja, jørð skal verða keypt fyri pening, keypibrøv skulu verða skrivað og innsiglað, og vitni tikin í Benjaminslandi, í landinum rundan um Jerúsalem og í býum Juda, býunum, bæði í fjallalandinum, láglendinum og Suðurlandinum. Tí Eg skal leiða heimaftur hini herleiddu teirra sigur HARRIN. KAPITUL Lyfti um signing fyri Juda og Ísrael, Rættvísur kvistur av ætt Dávids, Aðru ferð kom orð HARRANS til Jeremias, meðan hann enn sat fastur í vaktargarðinum; Hann segði: So sigur HARRIN, Hann, ið útinnir verk Sítt, HARRIN, sum upphugsar tað og eisini fullførir tað Hann, ið eitur HARRIN -: Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels um húsini í hesum býi og um hús judakongs, tey, sum niður eru rivin til at verða nýtt til hervirki og múr: Teir koma higar at berjast við Kaldearar; men tað verður bert til at fylla húsini við líkum teirra manna, ið Eg slái í vreiði og bræði Míni, og sum við stóra óndskapi sínum hava volt, at Eg havi fjalt ásjón Mína fyri hesum býi. Tó, Eg skal grøða sár hansara og lata tey batna; Eg skal grøða tey og lata tey síggja yvirflóð av friði og trygd. Eg skal leiða heimaftur hini herleiddu av Juda og Ísrael, og Eg skal byggja tey upp eins og í forðum. Eg skal reinsa tey frá øllum misbrotum teirra, sum tey syndaðu móti Mær við, og fyrigeva teimum allar misgerðir teirra, sum tey syndaðu við og misbrutu seg móti Mær. Býurin skal verða Mær til gleðinavn, til prís og prýði millum øll fólk á jørðini; táið tey fáa at frætta um alt tað góða, ið Eg geri honum, skulu tey óttast og titra av øllum tí góða og øllum tí friði, Eg gevi honum. So sigur HARRIN: Á hesum staði, sum tit siga um: ?Tað er oyðið, har er hvørki fólk ella fæ!? her, í býum Juda og á gøtum Jerúsalems, sum liggja í oyði einki fólk er har, eingin býr har, og einki fæ er har her skal einaferð enn hoyrast frøiróp og gleðiróp, mál brúðgóms og mál brúðar, róp teirra, ið siga: ?Lovið HARRANUM Gudi herskaranna, tí HARRIN er góður, náði Hansara varir í allar ævir!? og sum bera fram takkoffur í húsi HARRANS. Tí Eg skal leiða hini herleiddu teirra heimaftur, og landið skal verða sum í forðum sigur HARRIN. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Á hesum oydna staði, ið er uttan fólk ella fæ, og í øllum býum tess skal eina ferð enn vera beiti, har hirðar lata seyðafylgi síni liggja. Í býunum í fjallalandinum, láglendinum og Suðurlandinum, í Benjaminslandi, í landinum rundan um Jerúsalem og í býum Juda skal seyðurin eina ferð enn ganga fram við honum, ið telur hann sigur HARRIN. Dagar skulu koma sigur HARRIN táið Eg skal uppfylla hitt góða orð, ið Eg havi talað um hús Ísraels og hús Juda. Á teimum døgum og á teirri tíð skal Eg lata vaksa Dávidi upp rættvísan kvist; Hann skal gera rætt og rættvísi í landinum. Á teimum døgum skal Juda verða frelst, og Jerúsalem búgva trygt; og hetta er navnið, ið tað skal verða rópt við: HARRIN Rættvísi okkara. Tí so sigur HARRIN: Aldri skal vanta maður av ætt Dávids til at sita í hásæti Ísraels. Og av ætt hinna levitisku presta skal aldri fattast maður fyri ásjón Míni, sum ber fram brennioffur, brennir matoffur og ber fram sláturoffur allar dagar. Orð HARRANS kom til Jeremias; Hann segði: So sigur HARRIN: Soframt sum tit fáa brotið sáttmála Mín við dagin og sáttmála Mín við náttina, so ikki verður dagur og nátt á tíma sínum, so skal eisini sáttmáli Mín við tænara Mín Dávid verða brotin, so hann ongan son fær, sum verður kongur og situr í hásæti hansara, og somuleiðis sáttmáli Mín við hinar levitisku prestarnar, ið tæna Mær. Eins og ikki stendur til at telja her himmalsins, ei heldur at mála sjóvarsandin, so skal Eg lata avkom tænara Míns Dávids og Levitanna, ið tæna Mær, nørast í tali. Orð HARRANS kom til Jeremias; Hann segði: Hevur tú ikki lagt til merkis, hvat hetta fólk talar og sigur: ?Ættirnar báðar, ið HARRIN útvaldi, hevur Hann vrakað!? Og fólk Mítt vanvirða tey; tí í eygum teirra er tað ikki tjóð longur. Men so sigur HARRIN: Soframt sum Eg havi ikki gjørt sáttmála Mín við dag og nátt og givið himli og jørð lógir, so skal Eg eisini vraka avkom Jákups og tænara Míns Dávids, so Eg ikki av avkomi hansara taki nakran til at ráða yvir avkomi Ábrahams, Ísaks og Jákups. Tí Eg skal venda lagnu teirra og vísa teimum náði. KAPITUL Jeremias talar við Zedekias, Hitt brotna lyftið um frælsi træla, Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, táið Nebukadnezar kongur í Bábel herjaði á Jerúsalem og allar býirnar rundan um tað hann og allur herur hansara og øll ríki á jørðini, sum stóðu undir valdi hansara, og øll fólkasløgini; Hann segði: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Far og tala við Zedekias kong í Juda og sig við hann: So sigur HARRIN: Eg gevi henda bý í hendur bábelskongs, og hann skal brenna hann av. Og tú sjálvur skalt ikki sleppa undan hondum hansara; nei, tú skalt verða tikin og givin í hendur hansara; eygu tíni skulu hyggja í eygu bábelskongs, muður hansara skal tosa við munn tín, og tú skalt koma til Bábel. Men hoyr orð HARRANS, judakongur Zedekias! So sigur HARRIN um teg: Tú skalt ikki falla fyri svørði. Í friði skalt tú doyggja, og eins og brent varð fedrum tínum til heiður, hinum fyrru kongunum, teimum, ið undan tær vóru, so skal eisini verða brent tær til heiður; og sorgarhátíð skal verða hildin eftir teg og rópt: ?Á harri!? Tí orð havi Eg talað sigur HARRIN. Øll hesi orð segði Jeremias profetur við Zedekias judakong í Jerúsalem, meðan herur bábelskongs herjaði á Jerúsalem og á allar teir býir í Juda, sum enn vóru eftir Lakis og Azeka; hetta vóru teir víggirdu staðir, ið enn vóru eftir av býum Juda. Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, eftir at Zedekias kongur hevði gjørt sáttmála við alt fólkið í Jerúsalem um at boða frælsi, at ein og hvør skuldi frígeva træl sín og trælkvinnu sína, av Hebrearum, so at eingin helt jødiska bróður sín í trældómi. Og teir aktaðu, allir høvdingarnir og alt fólkið, sum høvdu gingið undir sáttmálan, at ein og hvør skuldi frígeva træl sín og trælkvinnu sína og ikki halda tey í trældómi longur; teir aktaðu og frígóvu tey. Men eftirsíðani skiftu teir sinni; teir tóku aftur trælirnar og trælkvinnurnar, ið teir høvdu frígivið, og noyddu tey uppaftur at vera trælir og trælkvinnur. Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg gjørdi sáttmála við fedrar tykkara, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi, úr trælahúsinum; Eg segði: ?Sjeyndahvørt ár skulu tit frígeva hvør bróður sín, Hebrearan, sum hevur selt seg til tín; seks ár skal hann tæna hjá tær, og so skalt tú lata hann fara leysan frá tær.? Men fedrar tykkara lurtaðu ikki eftir Mær og vendu ikki oyranum til. Men nú høvdu tit vent við og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum tit høvdu boðað hvør næsta sínum frælsi, og tit høvdu gjørt sáttmála fyri ásjón Míni í húsinum, sum kallað er við navni Mínum. Men so skiftu tit uppaftur sinni og vanhalgaðu navn Mítt og tóku aftur, hvør træl sín og trælkvinnu sína, sum tit høvdu frígivið, so tey kundu ráða sær sjálv; tit noyddu tey aftur at vera trælir og trælkvinnur tykkara. Tí sigur HARRIN so: Tit hava ikki lurtað eftir Mær og boðað frælsi, hvør bróður sínum og næsta sínum. Og Eg boði tykkum frælsi sigur HARRIN so tit verða givnir upp til svørð, pest og hungur; ja, Eg lati tykkum verða illa viðfarnar av øllum ríkjum á jørðini! Og teir menn, ið brutu sáttmála Mín sum ikki hildu orð sáttmálans, ið teir gjørdu fyri ásjón Míni, táið teir skóru kálvin í helvt og so gingu millum partarnar, høvdingar Juda og Jerúsalems, hirðmenninar, prestarnar og alt fólkið í landinum, teir, ið gingu millum partar kálvsins - teir gevi Eg í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; lík teirra skulu vera fuglum himmalsins og dýrunum á markini til føði. Og Zedekias kong í Juda og høvdingar hansara skal Eg geva í hendur fígginda teirra, í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum, og í hendur hers bábelskongs, sum nú er frá tykkum farin.* Ja, Eg gevi teimum boð sigur HARRIN at teir skulu koma aftur til henda bý; og teir skulu herja á hann, taka hann og brenna hann av. Og býir Juda skal Eg gera til oyðimørk, sum eingin býr í. KAPITUL Trúskapur Rekabitanna, og trúloysi Judafólks, Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM á døgum Jójakims judakongs, sonar Josiasar; Hann segði: ?Far til teir av ætt Rekabita og tosa við teir, far so inn í hús HARRANS við teimum, í eitt av kømurunum, og gev teimum vín at drekka!? Eg fór tá eftir Ja'azanja, syni Jirmeja, son Habazinja, og brøðrum hansara og øllum sonum hansara og allari ætt Rekabita og fór inn í hús HARRANS við teimum, inn í kamarið, sum synir gudsmannin Hanan, son Jigdalja, áttu, og sum var tætt við kamar høvdinganna, uppi yvir kamari Ma'aseja, sonar Sallums, duravaktarans. Og eg setti fyri teir av ætt Rekabita kannur, fullar av víni, og steyp; síðani segði eg við teir: ?Drekkið vín!? Men teir svaraðu: ?Vit drekka ikki vín; tí faðir okkara, Jónadab, sonur Rekab, hevur givið okkum hetta boð: ?Tit mugu aldri drekka vín, hvørki tit ella børn tykkara! Og tit mugu ikki byggja hús, ei heldur sáa korn ella planta víngarðar ella eiga nakað slíkt; nei, í tjøldum skulu tit búgva allar dagar tykkara so tit kunnu liva leingi í landinum, tit búgva í sum fremmandir.? Og vit hava aktað faðir okkara, Jónadab, son Rekab, í øllum, sum hann gav okkum boð um at vit aldri máttu drekka vín, hvørki vit ella konur okkara, synir ella døtur okkara, ikki byggja okkum hús at búgva í, hvørki eiga víngarð ella akrar og ikki sáa korn. Vit hava búð í tjøldum; vit hava aktað og gjørt alt tað, ið Jónadab, faðir okkara, gav okkum boð um. Men nú Nebukadnezar kongur í Bábel breyt seg inn í landið, søgdu vit: ?Komið, latið okkum fara inn í Jerúsalem undan Kaldearaherinum og Áramearaherinum!? Vit tóku tá bústað í Jerúsalem.? Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Far og sig við Judamenn og við teir, sum í Jerúsalem búgva: Vilja tit ikki taka við tykt og akta orð Míni? sigur HARRIN. Boðið, ið Jónadab, sonur Rekab, gav, er hildið tað, ið hann gav sonum sínum, at teir máttu ikki drekka vín; líka til henda dag hava teir ikki drukkið vín, men gjørt, sum faðir teirra segði. Og Eg havi tíðliga og seint talað til tykkara, men tit hava ikki aktað Meg! Tíðliga og seint havi Eg sent til tykkara allar tænarar Mínar, profetarnar, og sagt: ?Vendið við, hvør av óndu leið síni, bøtið atburð tykkara, og haldið tykkum ikki til aðrar gudar, so tit dýrka teir! So skulu tit sleppa at búgva í landinum, sum Eg gav tykkum og fedrum tykkara.? Men tit vendu ikki oyranum til og aktaðu Meg ikki. Ja, synir Jónadab, son Rekab, hava hildið boðið, ið faðir teirra gav teimum; men hetta fólk hevur ikki aktað Meg. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg lati koma yvir Juda og yvir øll tey, sum í Jerúsalem búgva, alla vanlukkuna, ið Eg havi hótt tey við aftur fyri at tey vildu ikki lurta eftir, táið Eg talaði til teirra, og svaraðu ikki, táið Eg rópti á tey. Men við ætt Rekabita segði Jeremias: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Aftur fyri at tit hava aktað tað, ið Jónadab, faðir tykkara, segði við tykkum, hildið boð hansara og í øllum gjørt, sum hann álegði tykkum tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Aldri skal fattast maður av ætt Jónadabs, sonar Rekabs, til at standa fyri ásjón Míni! KAPITUL Barak skrivar upp tað, ið Jeremias hevði profeterað, Jójakim brennir tað, Tað og annað meiri verður skrivað aftur, Fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið, kom hetta orð til Jeremias frá HARRANUM: Tak tær bókrullu og skriva í hana øll orðini, ið Eg havi talað til tín um Ísrael, Juda og øll heidningafólkini, frá fyrsta degi Eg talaði til tín frá tí Josias sat við stýrið og líka til henda dag! Kanska hús Juda, táið tey hoyra um alla vanlukkuna, ið Eg havi í huga at leiða yvir tey, fara at venda við, hvør av óndu leið síni, so Eg fái fyrigivið teimum misbrot og synd teirra. Jeremias sendi nú boð eftir Baruk, syni Nerija, og Baruk skrivaði, eftir sum Jeremias segði honum, í bókrullu øll orðini, ið HARRIN hevði talað til hansara. Síðani segði Jeremias við Baruk: ?Mær ber ikki til at koma í hús HARRANS. Far tú hagar, og les úr rulluni, ið tú hevur skrivað, eftir sum eg havi sagt tær, orð HARRANS upp fyri fólkinum í húsi HARRANS ein føstudag! Eisini fyri øllum Judamonnum, ið koma higar úr býum sínum, skalt tú lesa hana. Kanska tey fara at bera eyðmjúku bøn sína fram fyri ásjón HARRANS og venda við, hvør av óndu leið síni. Tí stór er vreiðin og bræðin, ið HARRIN hevur hótt hetta fólk við.? Baruk, sonur Nerija, gjørdi tá alt, ið Jeremias profetur hevði álagt honum, og las í húsi HARRANS orð HARRANS upp úr bókini. Tí í níggjunda mánaði, fimta árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið, varð boðað, at alt fólkið í Jerúsalem og alt fólkið, sum úr býum Juda var komið til Jerúsalem, skuldi halda føstu fyri ásjón HARRANS. Tá las Baruk í húsi HARRANS upp úr bókini tað, sum Jeremias hevði talað í kamari Gemarja, sonar Safans, ríkisskrivarans, í Ovara Forgarði, við Nýggjaportur á húsi HARRANS; og alt fólkið lurtaði. Táið nú Mikaja, sonur Gemarja, son Safan, hoyrdi øll orð HARRANS lisin upp úr bókini, fór hann oman í kongshøllina, inn í kamar ríkisskrivarans; har sótu tá allir høvdingarnir: Elisama ríkisskrivari, Delaja, sonur Semaja, Elnatan, sonur Akbor, Gemarja, sonur Safan, Zedekias, sonur Hananja, og allir hinir høvdingarnir. Mikaja segði teimum nú frá øllum tí, sum hann hevði hoyrt Baruk lesa upp úr bókini fyri fólkinum. Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi, son Netanja, son Selemja, son Kusi, til Baruk og lótu siga: ?Tak við tær rulluna, ið tú last upp úr fyri fólkinum, og kom higar!? Baruk, sonur Nerija, tók tá rulluna við sær og kom til teirra. Teir søgdu við hann: ?Set teg niður og les hana fyri okkum!? Baruk las hana so fyri teimum. Táið teir hoyrdu alt tað, ið har stóð, hugdu teir ræðsluslignir hvør uppá annan og søgdu so við Baruk: ?Vit mugu lata kong vita alt hetta!? Síðani søgdu teir við Baruk: ?Sig okkum, hvussu tú skrivaði alt hetta upp, eftir sum hann segði tær!? Baruk svaraði: ?Hann segði mær alt hetta fyri, og eg skrivaði tað við blekki í bókina.? Nú søgdu høvdingarnir við Baruk: ?Farið og fjalið tykkum, tú og Jeremias latið ongan vita, hvar tit eru!? So fóru teir inn í forgarðin til kongin; men rulluna løgdu teir eftir í kamari Elisama ríkisskrivara. Og teir søgdu konginum alt hetta. Kongurin sendi nú Jehudi eftir rulluni, og hann fór inn í kamar Elisama ríkisskrivara eftir henni. Jehudi las hana so upp fyri konginum og øllum høvdingunum, ið hjá konginum stóðu. Kongurin sat í vetrarhúsinum; tí tað var í níggjunda mánaði. Glóðpanna stóð framman fyri hann; og hvørja ferð Jehudi hevði lisið einar tríggjar ella fýra teigar, skar kongurin teir úr við pennaknívi og kastaði teir í eldin í glóðpannuni, líka inntil øll rullan var brend í eldinum í glóðpannuni. Og teir hvørki ræddust ella skræddu klæðini, kongurin og allir tænarar hansara, sum hoyrdu øll hesi orð. Og tóat Elnatan, Delaja og Gemarja bønaðu kongin ikki at brenna rulluna, lurtaði hann ikki eftir teimum. Síðani segði kongurin við Jerame'el, kongasonin, Seraja, son Azriel, og Selemja, son Abde'el, at teir skuldu taka Baruk skrivara og Jeremias profet; men HARRIN fjaldi teir. Tá kom orð HARRANS til Jeremias eftir at kongurin hevði brent rulluna við tí, sum Baruk hevði skrivað, eftir sum Jeremias hevði sagt honum; Hann segði: Tak tær aðra rullu, og skriva í hana alt tað, sum stóð í hini fyrru rulluni, henni, sum Jójakim kongur í Juda brendi! Og um Jójakim kong í Juda skalt tú siga: So sigur HARRIN: Tú brendi hasa rullu og segði: ?Hví skrivaði tú í hana, at bábelskongur skal koma og leggja hetta land í oyði og gera enda á bæði fólki og fæi í tí!? Tí sigur HARRIN so um Jójakim kong í Juda: Hann skal ongan hava sitandi í hásæti Dávids; og lík hansara skal liggja tveitt út undir hitan um dagin og kuldan um náttina. Eg skal heimsøkja hann og avkom hansara og tænarar hansara fyri misbrot teirra; og Eg skal lata koma yvir teir og yvir Jerúsalemsmenn og Judamenn alla vanlukkuna, ið Eg havi hótt teir við, uttan at teir hava viljað lurtað eftir. Jeremias tók nú aðra rullu og fekk Baruk skrivara, syni Nerija, hana; í hana skrivaði hann, eftir sum Jeremias segði honum, alt tað, sum staðið hevði í bókini, sum Jójakim kongur í Juda hevði brent. Og aftrat tí varð lagt nógv annað enn av sama slagi. KAPITUL Zedekias biður Jeremias um forbøn, Jeremias profeterar um, at Jerúsalem skal verða lagt í oyði, Hann verður fastsettur, Zedekias, sonur Josias, varð kongur í staðin fyri Konja, son Jójakim; tí hann setti Nebukadnezar kongur í Bábel til kong í Judalandi. Men hvørki hann ella tænarar hansara ella fólkið í landinum lurtaði eftir orði HARRANS tí, sum Hann talaði við Jeremiasi profeti. Tó sendi Zedekias kongur Jehukal, son Selemja, og Zefanja, son Ma'aseja, prestin, til Jeremias profet og læt siga: ?Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara!? Tá gekk Jeremias enn út og inn millum fólkið; hann var enn ikki fastsettur. Og herur Faraos var hildin avstað úr Egyptalandi; og táið Kaldearar, ið hildu Jerúsalem kringsett, frættu tað, fóru teir burtur frá Jerúsalem. Tá kom orð HARRANS til Jeremias profet; Hann segði: So sigur HARRIN Gud Ísraels: So skulu tit svara judakongi, ið sendi tykkum til Mín at spyrja Meg: ?Herur Faraos, sum er hildin avstað at koma tykkum til hjálpar, skal venda aftur til land sítt, Egyptaland. Og Kaldearar skulu koma aftur og herja á henda bý, og teir skulu taka hann og brenna hann av. So sigur HARRIN: Ikki mugu tit dára tykkum sjálvar og siga: ?Vissuliga fara Kaldearar burtur frá okkum!? Nei, einki fara teir burtur! Ja, um tit so feldu allan Kaldearaherin, ið á tykkum herjar, so bert nakrir illa særdir menn vóru eftir av teimum, so skuldu hesir reist seg, hvør í tjaldi sínum, og brent henda bý av.? Táið Kaldearaherurin var farin burtur frá Jerúsalem undan heri Faraos, fór Jeremias úr Jerúsalem og skuldi fara til Benjaminsland at taka við arvaluti mitt ímillum fólkið. Men táið hann kom í Benjaminsportur, stóð har ein høvuðsmaður yvir vaktini, sum æt Jerija; hann var sonur Selemja, son Hananja. Hann treiv í Jeremias profet og segði: ?Tú ætlar at leypast til Kaldearar!? Jeremias svaraði: ?Tað er lygn! Eg ætli ikki at leypast til Kaldearar.? Men Jerija lurtaði ikki eftir honum; hann tók hann og fór til høvdingarnar við honum. Tá vórðu høvdingarnir illir við Jeremias og bankaðu hann, og teir settu hann í fangahúsið, í hús Jónatans ríkisskrivara; tí tað høvdu teir gjørt til fangahús. Táið Jeremias var komin í fangaholið, í kjallaran, og hevði sitið har nógvar dagar, sendi Zedekias kongur boð og læt hann leiða til sín; og kongurin spurdi hann loyniliga í húsi sínum: ?Er nakað orð frá HARRANUM?? Jeremias svaraði: ?Ja!? Og so segði hann: ?Tú skalt verða givin í hendur bábelskongs!? Síðani segði Jeremias við Zedekias kong: ?Hvat havi eg syndað móti tær og tænarum tínum og hesum fólki, síðani tit hava sett meg í fangahús! Og hvar eru nú profetar tykkara, teir, ið profeteraðu fyri tykkum og søgdu: ?Bábelskongur skal ikki koma yvir tykkum og yvir hetta land!? Og hoyr nú, harri kongurin! Lat eyðmjúku bøn mína koma fram fyri ásjón tína, og koyr meg ikki aftur í hús Jónatans ríkisskrivara til at doyggja har!? Zedekias kongur gav tá boð, at Jeremias skuldi sita fastur í vaktargarðinum; og teir góvu honum eitt breyð um dagin úr Bakaragøtu, inntil einki breyð var eftir í býnum. Soleiðis sat nú Jeremias í vaktargarðinum. KAPITUL Jeremias verður koyrdur í brunn, Ebed-Melek fær í lag, at hann verður tikin upp aftur haðani, Síðsta samrøða Jeremiasar við Zedekias, Men Sefatja, sonur Mattan, Gedalja, sonur Pashur, Jukal, sonur Selemja, og Pashur, sonur Malkia, hoyrdu, hvussu Jeremias talaði til alt fólkið og segði: ?So sigur HARRIN: Tann, ið verður verandi í hesum býi, skal doyggja fyri svørði, av hungri og av pesti; men tann, ið fer út til Kaldearar, skal liva hann skal vinna lív sítt sum lut og liva. So sigur HARRIN: Vissuliga skal hesin býur verða givin heri bábelskongs í hendur, og hann skal taka hann.? Tá søgdu høvdingarnir við kongin: ?Lat drepa henda mann! Hann tekur jú mótið frá hermonnunum, sum eftir eru í hesum býi, og frá øllum fólkinum, við at siga slíkt við teir! Hesin maður roynir jú ikki at hjálpa hesum fólki, men at skaða tað!? Zedekias kongur svaraði: ?Nú hann er í hondum tykkara! Kongurin er jú einki mentur móti tykkum.? Teir tóku nú Jeremias og kastaðu hann í brunn Malkia kongasonar; hann var í vaktargarðinum. Teir sígdu Jeremias niður við togum. Í brunninum var ikki vatn, bert móra, og Jeremias sakk niður í móruna. Men táið Ebed-Melek Etiopari, ein geldingur, sum var í kongshøllini, frætti, at teir høvdu kastað Jeremias í brunnin kongurin sat tá í Benjaminsportri fór Ebed-Melek avstað úr kongshøllini og segði so við kongin: ?Harri kongurin! Hesir menn hava gjørt illa í øllum, sum teir hava gjørt við Jeremias profet, sum teir hava kastað í brunnin! Hann doyr av hungri, har hann er, tí einki breyð er eftir í býnum.? Tá gav kongurin Ebed-Melek Etiopara hetta boð: ?Tak menn við tær hiðani, og drag Jeremias profet upp úr brunninum, áðrenn hann doyr!? Ebed-Melek tók tá menninar við sær; so fór hann inn í kongshøllina, oman í kjallaran undir skattkamarinum, og tók haðani spjarrar av skræddum og útslitnum klæðum; tær sígdi hann við togum niður í brunnin til Jeremias. Og Ebed-Melek Etiopari segði við Jeremias: ?Hav spjarrarnar av skræddum og útslitnum klæðum undir hondunum, undir togunum!? Jeremias so gjørdi. So drógu teir Jeremias upp við togunum og fingu hann upp úr brunninum; og Jeremias varð verandi í vaktargarðinum. Zedekias kongur sendi nú boð og hevði Jeremias profet til sín við triðju dyr á húsi HARRANS. Kongurin segði við hann: ?Eg fari at spyrja teg eitt dyl einki fyri mær!? Jeremias svaraði Zedekiasi: ?Og sigi eg tær tað letur tú meg tá ikki drepa? Og um eg so leggi tær ráð, lurtar tú ikki eftir mær!? Tá svór Zedekias kongur Jeremiasi eið í loyndum og segði: ?So satt sum HARRIN livir, Hann, ið hevur skapt sál okkara: Eg skal ikki lata teg drepa og ei heldur geva teg í hendurnar á hesum monnum, ið liggja tær eftir lívinum!? Nú segði Jeremias við Zedekias: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Gevur tú teg upp til høvdingar bábelskongs, so skalt tú bjarga lívinum, hesin býur skal ikki verða avbrendur, og tú skalt sleppa at liva, tú og hús títt. Men gevur tú teg ikki upp til høvdingar bábelskongs, so skal hesin býur verða givin í hendur Kaldeara, og teir skulu brenna hann av, og tú skalt ikki komast undan hondum teirra.? Men Zedekias kongur svaraði Jeremiasi: ?Eg ræðist teir Jødarnar, sum hava lopist til Kaldearar, at eg skal verða givin upp í hendur teirra, og at teir fara at reka meg á spott.? Jeremias segði: ?Tú skalt ikki verða givin upp í hendur teirra! Lurta bert eftir orði HARRANS, ið eg tali til tín, so skal tær gangast væl, og tú skalt sleppa at liva! Men bert tú teg undan at geva teg upp, tá er hetta tað, ið HARRIN hevur opinberað mær: Allar kvinnurnar, sum eftir eru í høll judakongs, skulu verða leiddar út til høvdingar bábelskongs. Og tær skulu siga við teg: ?Vinir tínir hava lokkað teg og fingið vald á tær; táið so føtur tínir smokkaðu niður í blotan, rýmdu teir.? Allar konur tínar og øll børn tíni skulu verða leidd út til Kaldearar, og tú skalt ikki komast undan hondum teirra, nei, tú skalt verða tikin og givin í hendur bábelskongs, og tú skalt volda, at hesin býur verður avbrendur!? Tá segði Zedekias við Jeremias: ?Eingin má vita um hetta, ið vit hava tosað saman annars skalt tú doyggja! Um nú høvdingarnir, táið teir frætta, at eg havi tosað við teg, koma til tín og siga: ?Lat okkum vita, hvat tú hevur sagt við kong dyl tað ikki fyri okkum, annars drepa vit teg! Hvat segði kongur við teg?? so skalt tú svara teimum: ?Eg bar fram eyðmjúku bøn mína fyri ásjón kongs; eg bað hann um ikki at lata teir fara við mær aftur í hús Jónatans, til at doyggja har.?? Táið so allir høvdingarnir komu til Jeremias og spurdu hann, svaraði hann teimum, á allan hátt sum kongurin hevði givið honum boð um. So tagdu teir og góvu honum frið, við tað at hetta var ikki komið út. Jeremias varð verandi í vaktargarðinum, líka til tann dag Jerúsalem varð tikið. KAPITUL Jerúsalem verður tikið, Profetorð um Ebed-Melek, Táið Jerúsalem var tikið níggjunda árið ið Zedekias judakongur sat við stýrið, í tíggjunda mánaði, komu Nebukadnezar bábelskongur og allur herur hansara til Jerúsalem og kringsettu býin, og ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið, tann níggjunda í fjórða mánaði, brutu teir inn í býin tá komu allir stórmenn bábelskongs inn og settust í Miðportur: Nergal-Sarezer, Samgar-Nebu, Sarsekim, hægsti hirðmaðurin, Nergal-Sarezer, hægsti vísmaðurin, og allir hinir stórmenn bábelskongs. Men táið Zedekias judakongur og allir hermenninir sóu teir, flýddu teir á náttartíð úr býnum, eftir vegnum til urtagarð kongsins, gjøgnum portrið millum báðar múrarnar; og kongurin tók leiðina til slættlendið. Men Kaldearaherurin helt eftir teimum og fekk Zedekias aftur á Jerikoslætta, og teir tóku hann og fóru við honum til Ribla í Hamatslandi, til Nebukadnezar bábelskong; og hann feldi dóm yvir hann. Bábelskongur læt í Ribla synir Zedekias drepa fyri eygum hansara; eisini allar stórmenninar í Juda læt bábelskongur drepa. Síðani læt hann Zedekias blinda, og hann læt hann binda við tveimum koparleinkjum til at fara til Bábel við honum. Kongshøllina og hús fólksins brendu Kaldearar av, og múrar Jerúsalems rivu teir niður. Og leivdina av fólkinum, tey, ið eftir vóru í býnum, og svíkjararnar, sum lopist høvdu yvir til hansara, og tað, ið annars var eftir av fólkinum herleiddi Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi til Bábel. Bert nøkur av almúguni, sum einki áttu, læt Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi verða eftir í Judalandi, og gav teimum samstundis víngarðar og akrar. Men um Jeremias gav Nebukadnezar kongur í Bábel Nebuzaradan lívvaktarhøvdinga hetta boð: ?Tak hann og síggj honum til góða, ger honum einki ilt, nei, ger við hann, soleiðis sum hann sjálvur sigur við teg!? Tá sendu teir Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, Nebusazban hægsti hirðmaðurin, Nergal-Sarezer, hægsti vísmaðurin, og allir hinir stórmenn bábelskongs teir sendu boð og tóku Jeremias úr vaktargarðinum, og teir lótu hann upp í hendur Gedalja, sonar Ahikams, sonar Safans, sum so skuldi taka hann við sær heim; soleiðis varð hann tá verandi har millum fólkið. Til Jeremias var orð HARRANS komið, meðan hann sat fastur í vaktargarðinum; Hann hevði sagt: Far og sig við Ebed-Melek Etiopara: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati orð Míni koma yvir henda bý til vanlukku og ikki til gott tey skulu fyri eygum tínum ganga út tann dag. Men tann dag skal Eg bjarga tær sigur HARRIN; tú skalt ikki verða givin í hendur teirra manna, ið tú ræðist; nei, Eg skal lata teg komast undan; tú skalt ikki falla fyri svørði, men fáa lív títt sum lut aftur fyri at tú hevur litið á Meg! sigur HARRIN. KAPITUL Nebuzaradan og Jeremias. Gedalja. Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, eftir at Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði latið hann leysan í Rama; hann sendi boð eftir honum, meðan hann var bundin við leinkjum mitt ímillum allar fangarnar úr Jerúsalem og Juda, sum burt vórðu fluttir til Bábel. Lívvaktarhøvdingin sendi boð eftir Jeremiasi og segði við hann: ?HARRIN Gud tín hevði hótt hetta stað við hesi vanlukku; og HARRIN læt hana koma og gjørdi, sum Hann hevði sagt; tit høvdu jú syndað móti HARRANUM og ikki lurtað eftir tí, sum Hann segði; tí gekst tykkum so. Men nú havi eg í dag loyst leinkjurnar av hondum tínum. Dámar tær nú at koma við mær til Bábel, so kom eg skal síggja tær til góða! Men er tað tær ímóti at koma við mær til Bábel, so lat vera! Landið liggur tær jú opið; hagar ið tær tykir gott og rætt at fara far hagar!? Táið hann enn onga leið tók, segði hann: ?Far so aftur til Gedalja, son Ahikam, son Safan, hann, sum bábelskongur hevur sett yvir býir Juda, og verð hjá honum millum fólkið ella tak onkra aðra leið, hagar sum tær tykir beint at fara!? Og lívvaktarhøvdingin gav honum mat og gávur og læt hann fara. Jeremias kom so til Mizpa, til Gedalja, son Ahikam, og hann varð verandi hjá honum millum fólkið millum teirra, sum eftir vóru í landinum. Táið allir herhøvdingarnir, ið vóru úti í opnum landi táið teir og menn teirra frættu, at bábelskongur hevði sett Gedalja, son Ahikam, yvir landið og yvir menn, kvinnur og børn og tey av almúguni í landinum, sum ikki vóru herleidd til Bábel, komu teir til Mizpa, til Gedalja, bæði Ísmael, sonur Netanja, Jóhanan og Jónatan, synir Karea, Seraja, sonur Tanhumet, synir Ofai úr Netofa og Jezanja, sonur Ma'akatitin teir og menn teirra. Og Gedalja, sonur Ahikam, son Safan, svór teimum og monnum teirra eið og segði: ?Óttist ikki fyri at standa undir Kaldearum! Verðið í landinum og gevið tykkum undir bábelskong! So skal tykkum gangast væl. Eg verði jú búgvandi í Mizpa til at taka ímóti Kaldearum, táið teir koma til okkara; men tit skulu savna vín, frukt og olju og lata tað í íløt tykkara, og tit skulu verða verandi í býum tykkara, sum tit hava tikið í ogn.? Eisini allir Jødar, sum vóru í Móab, millum Ammonitar og í Edom, og teir, sum vóru í øllum øðrum londum, frættu, at bábelskongur hevði latið leivd av fólkinum verða eftir í Juda, og at hann hevði sett Gedalja, son Ahikam, son Safan, yvir tey. Allir hesir Jødar komu tá heimaftur av øllum teimum støðum, hagar teir vóru riknir burt, og komu til Judaland, til Gedalja í Mizpa. Og tey savnaðu ógvuliga nógv av víni og frukt. Men Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir, ið vóru úti í opnum landi, komu til Gedalja í Mizpa og søgdu við hann: ?Veitst tú, at Ba'alis ammonitakongur hevur sent Ísmael, son Netanja, at drepa teg?? Men Gedalja, sonur Ahikam, trúði teimum ikki. Tá segði Jóhanan, sonur Karea, loyniliga við Gedalja í Mizpa: ?Lat meg fara og drepa Ísmael, son Netanja eingin skal fáa tað at vita! Hví skal hann drepa teg, so alt Juda, ið savnast hevur til tín, verður sundurspjatt, og leivdin, ið eftir er av Juda, gongur til grundar!? Men Gedalja, sonur Ahikam, svaraði Jóhanan, syni Karea: ?Tað mást tú ikki gera; tí tú lýgur um Ísmael!? KAPITUL Ísmael drepur Gedalja. Í sjeynda mánaði kom so Ísmael, sonur Netanja, son Elisama, ein maður av kongaættini, ein av stórmonnum kongsins, og við honum tíggju menn, til Mizpa, til Gedalja, son Ahikam; og teir hildu máltíð saman har í Mizpa. Ísmael, sonur Netanja, og teir tíggju menninir, ið við honum vóru, reistust tá og drópu við svørði Gedalja, son Ahikam, son Safan hann drap mannin, ið bábelskongur hevði sett yvir landið. Eisini allar Jødarnar, sum vóru hjá Gedalja í Mizpa, og Kaldeararnar, ið har vóru herfólkið drap Ísmael. Annan dagin eftir at hann hevði dripið Gedalja áðrenn nakar enn vitsti tað komu menn úr Sikem, Silo og Samaria, menn, við skegginum rakaðum av, við skræddum klæðum og við skurðum í holdinum; teir høvdu við sær matoffur og roykilsi til at bera fram í húsi HARRANS. Ísmael, sonur Netanja, fór nú út ímóti teimum úr Mizpa; hann græt allan vegin, og táið hann hitti teir, segði hann við teir: ?Komið við til Gedalja, son Ahikam!? Men táið teir vóru komnir inn í býin, drap Ísmael, sonur Netanja, teir og kastaði teir niður í brunnin, hann og menninir, ið hjá honum vóru. Men millum teirra vóru tíggju menn, ið søgdu við Ísmael: ?Drep okkum ikki! Vit hava niðurgrivið úti á markini bæði hveiti, bygg, olju og hunang.? Tá læt hann teir vera og drap teir ikki saman við brøðrum teirra. Brunnurin, ið Ísmael kastaði líkini av øllum monnunum í, sum hann hevði dripið saman við Gedalja, var tann, ið Asa kongur hevði latið gera, táið Baesa kongur í Ísrael herjaði á hann; Ísmael, sonur Netanja, fylti hann við dripnum monnum. Síðani flutti Ísmael burt hertikna alla leivdina av fólkinum í Mizpa kongsdøturnar og alt fólkið, sum eftir var í Mizpa, sum Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði sett Gedalja, son Ahikam, yvir; tey flutti Ísmael, sonur Netanja, burt hertikin; og hann helt avstað og ætlaði at fara til Ammonitar. Men táið Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir, ið hjá honum vóru, frættu alt tað illa, ið Ísmael, sonur Netanja, hevði gjørt, tóku teir allir menn sínar og hildu avstað at berjast við Ísmael, son Netanja; og teir hittu hann við hina stóru tjørnina í Gibeon.* Táið alt fólkið, ið við Ísmael var, sá Jóhanan, son Karea, og allar herhøvdingarnar, ið við honum vóru, gleddust tey; alt fólkið, ið Ísmael hevði flutt burt úr Mizpa hertikið, vendi við og fór aftur og gav seg í part við Jóhanan, son Karea. Men Ísmael, sonur Netanja, slapp við átta monnum undan Jóhanan, og hann fór til Ammonitar. Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir, ið við honum vóru, tóku nú alla leivd fólksins, tey úr Mizpa, sum hann hevði vunnið aftur frá Ísmael, syni Netanja, eftir at Ísmael hevði dripið Gedalja, son Ahikam bæði hermenn, kvinnur, børn og hirðmenn, sum hann hevði flutt aftur úr Gibeon og teir hildu avstað; men í Kimhamsherbergi við Betlehem gjørdu teir steðg og ætlaðu síðani at halda fram og fara til Egyptalands av ótta fyri Kaldearum; tí teir ræddust teir, við tað at Ísmael, sonur Netanja, hevði dripið Gedalja, son Ahikam, hann, ið bábelskongur hevði sett yvir landið. KAPITUL Jeremias ræður frá at fara til Egyptalands. Tá komu allir herhøvdingarnir og Jóhanan, sonur Karea, og Azarja, sonur Ma'aseja, og alt fólkið, bæði smáir og stórir, og teir søgdu við Jeremias profet: ?Unn okkum at bera fram fyri teg eyðmjúku bøn okkara bið fyri okkum til HARRAN Gud tín, fyri allari hesi leivd fólksins tí bert nøkur fá eru vit eftir av mongum, soleiðis sum tú sjálvur sært okkum her bið HARRAN Gud tín lata okkum vita, hvørja leið vit skulu taka, og hvat vit skulu gera!? Jeremias profetur svaraði teimum: ?Eg hoyri! Eg skal biðja til HARRAN Gud tykkara, soleiðis sum tit siga, og alt tað, ið HARRIN svarar tykkum, skal eg lata tykkum vita; ikki eitt orð skal eg dylja fyri tykkum.? Nú søgdu teir við Jeremias: ?HARRIN skal vera satt og trúfast vitni móti okkum, gera vit ikki eftir hvørjum einum orði, ið HARRIN Gud tín sendir teg til okkara við! Tað veri gott ella ilt vit skulu akta rødd HARRANS Guds okkara, Hansara, sum vit senda teg til so okkum kann gangast væl, við tað at vit akta rødd HARRANS Guds okkara!? Tíggju dagar eftir kom orð HARRANS til Jeremias. Tá sendi hann boð eftir Jóhanan, syni Karea, og øllum herhøvdingunum, ið við honum vóru, og øllum fólkinum, bæði smáum og stórum, og segði við teir: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels, Hann, sum tit sendu meg til at bera fram fyri ásjón Hansara eyðmjúku bøn tykkara: Verða tit verandi í hesum landi, so skal Eg byggja tykkum upp og ikki bróta tykkum niður, planta tykkum og ikki slíta tykkum upp; tí Eg angri tað ringa, ið Eg havi gjørt tykkum. Óttist ikki fyri bábelskongi, honum, ið tit nú óttast fyri óttist ikki fyri honum sigur HARRIN tí Eg eri við tykkum og skal frelsa tykkum og bjarga tykkum av hond hansara! Og Eg skal lata tykkum finna miskunn; hann skal miskunna tykkum og lova tykkum heimaftur í land tykkara. Men siga tit: ?Í hesum landi verða vit ikki verandi!? og soleiðis ikki akta rødd HARRANS Guds tykkara, men siga: ?Nei, vit fara til Egyptalands! So sleppa vit frá at síggja stríð, hoyra lúðraljóð og hungra eftir breyði har skulu vit vera!? so hoyrið nú tí orð HARRANS Guds tykkara, tit, ið eftir eru av Juda: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Seta tit í tykkum at fara til Egyptalands fara tit hagar at búgva so skal svørðið, ið tit óttast fyri, náa tykkum har í Egyptalandi; hungurin, ið tit ræðast, skal elta tykkum til Egyptalands, og har skulu tit doyggja. Allir teir menn, ið hava sett í seg at fara til Egyptalands at búgva har, skulu doyggja fyri svørði og av hungri og pesti; eingin teirra skal verða eftir og komast undan vanlukkuni, ið Eg lati koma yvir teir. Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eins og vreiði og bræði Mín vórðu úthelt yvir tey, sum í Jerúsalem búðu, so skal vreiði Mín verða úthelt yvir tykkum, táið tit koma til Egyptalands; tit skulu verða til eið, til ræðslu, til illbøn og til spott, og hetta stað skulu tit ikki síggja aftur. HARRIN hevur talað til tykkara, tit, ið eftir eru av Juda: Farið ikki til Egyptalands! Tit skulu vita, at eg í dag havi varað tykkum við. Tit dára jú tykkum sjálvar og spilla burt lív tykkara, tit, ið sjálvir hava sent meg til HARRAN Gud tykkara og sagt: ?Bið fyri okkum til HARRAN Gud okkara, og lat okkum vita alt tað, ið HARRIN Gud okkara sigur vit skulu gera tað!? Og í dag havi eg kunngjørt tykkum tað; men tit hava ikki lurtað eftir rødd HARRANS Guds tykkara og eftir øllum tí, sum Hann hevur sent meg til tykkara við. Tí skulu tit nú vita, at tit skulu doyggja fyri svørði og av hungri og pesti á tí staði, hagar tit stunda eftir at koma til at búgva har sum fremmandir.? KAPITUL Fólkið flýggjar til Egyptalands, Profetorð um, at Nebukadnezar skal taka Egyptaland, Men táið Jeremias var liðugur at tala til alt fólkið øll orð HARRANS Guds teirra, sum HARRIN Gud teirra hevði sent hann til teirra við øll hesi orð tá søgdu teir Azarja, sonur Hosaja, Jóhanan, sonur Karea, og allir hinir hugmóðigu menn teir søgdu við Jeremias: ?Tú lýgur! HARRIN Gud okkara hevur ikki sent teg at siga, at vit skulu ikki fara til Egyptalands at búgva har sum fremmandir. Nei, tað er Baruk, sonur Nerija, ið eggjar teg upp móti okkum so vit skulu verða givnir í hendur Kaldeara, sum so fara at drepa okkum ella herleiða okkum til Bábel!? Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir og alt fólkið vildu ikki lurta eftir tí, sum HARRIN segði, og verða í Judalandi. Nei, Jóhanan, sonur Karea, og allir herhøvdingarnir tóku øll tey, sum eftir vóru av Juda, tey, sum aftur vóru komin til at búgva í Judalandi, frá øllum heidningafólkunum, hagar tey høvdu verið rikin burtur menn, kvinnur og børn, kongsdøturnar ja, hvørja sál, sum Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi hevði latið verða eftir hjá Gedalja, syni Ahikam, son Safan, eisini Jeremias profet og Baruk, son Nerija og hildu avstað til Egyptalands; tí teir lurtaðu ikki eftir orði HARRANS. Tey komu tá til Tapanhes. Men í Tapanhes kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði: Tak tær stórar steinar og grav teir niður í leirið undir tigulsteinatúninum, sum er í Tapanhes, fyri durunum á húsi Faraos lat nakrar menn úr Juda vera hjástaddar! Og tú skalt siga við teir: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg sendi boð eftir tænara Mínum Nebukadnezar kongi í Bábel og seti hásæti hansara yvir hesum steinum, ið Eg her havi latið grava niður; hann skal breiða út hásætisteppi sítt yvir teimum. Hann skal koma og vinna sigur á Egyptalandi; tann, ið deyðanum er ætlaður, noyðist at doyggja; tann, ið til útlegd er ætlaður, noyðist at fara í útlegd; tann, ið svørðinum er ætlaður, fellur fyri svørði. Eg skal seta eld á gudahús Egyptalands; hann skal brenna tey av og fara avstað við gudunum, og hann skal sveipa seg í Egyptaland, eins og hirði sveipar seg í kappa sín; síðani skal hann í friði fara avstað haðani. Hann skal bróta sundur súlurnar í Betsemes í Egyptalandi og brenna gudahús Egyptalands av. KAPITUL Revsitala til fólkið í Egyptalandi. Orðið, ið kom til Jeremias um allar Judamenn, sum í Egyptalandi búðu, teir, sum búðu í Migdol, Tapanhes, Nof og Patroslandi: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tit hava sæð alla vanlukkuna, ið Eg havi latið koma yvir Jerúsalem og allar býir Juda ja, teir eru nú oyðimørk, sum eingin býr í aftur fyri tað illa, ið tey gjørdu, og sum tey eggjaðu Meg til vreiði við at tey fóru og brendu roykilsi fyri øðrum gudum og dýrkaðu teir, gudar, ið tey ikki kendu, hvørki tey ella tit ella fedrar tykkara. Og Eg sendi allar tænarar Mínar, profetarnar, til tykkara tíðliga og seint og segði: Gerið ikki slíkt viðurstyggiligt, sum Eg hati! Men tey lurtaðu ikki eftir og vendu ikki oyranum til, so tey vendu við frá óndskapi sínum og góvu uppat at brenna roykilsi fyri øðrum gudum. Tá varð vreiði Mín og bræði Mín úthelt og brendi í býum Juda og á gøtum Jerúsalems, so at tey vórðu oyðimørk og vórðu løgd í oyði sum í dag gevur at bíta! Og nú sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Hví draga tit slíka vanlukku oman yvir tykkum sjálv? Tit oyða jú úr Juda menn og kvinnur, børn og bróstabørn, so ikki so mikið sum ein leivd verður eftir av tykkum, táið tit eggja Meg til vreiði við handaverkum tykkara, við at brenna roykilsi fyri øðrum gudum í Egyptalandi, hagar tit eru farin at búgva sum fremmand. Úrslitið verður, at tit beina fyri tykkum sjálvum og verða bann og spott millum øll fólkasløg á jørðini. Hava tit gloymt illgerðir fedra tykkara, illgerðir judakonga, illgerðir kona teirra, tykkara egnu illgerðir og illgerðir kona tykkara, tær, ið gjørdar hava verðið í Judalandi og á gøtum Jerúsalems? Líka til henda dag hava tey ikki eyðmýkt seg; tey óttast ikki og liva ikki eftir lóg Míni og boðum Mínum, sum Eg havi lagt fyri tykkum og fedrar tykkara. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg skal venda ásjón Míni móti tykkum til tað illa og Eg skal oyða alt Juda. Og Eg skal taka tey, ið eftir eru av Juda, tey, ið settu í seg at fara til Egyptalands og búgva har sum fremmand, og tey skulu øll ganga til grundar; í Egyptalandi skulu tey falla; fyri svørði og av hungri skulu tey ganga til grundar; bæði smá og stór skulu doyggja fyri svørði og av hungri, og tey skulu verða til eið, til ræðslu, til illbøn og til spott. Eg skal heimsøkja tey, sum í Egyptalandi búgva, eins og Eg heimsøkti Jerúsalem við svørði, hungri og pesti. Av teimum, ið eftir eru av Juda, teimum, ið komin eru til Egyptalands til at búgva har sum fremmand, skal eingin komast undan ella verða eftir, so hann kemur aftur til Judaland sum tey stunda eftir at koma aftur til og búgva í nei, eingin skal koma heimaftur uttan nøkur fá undansloppin. Tá svaraðu tey Jeremiasi allir menninir, ið vitstu, at konur teirra brendu roykilsi fyri øðrum gudum, og allar kvinnurnar, ið stóðu har í stórum flokki, og alt fólkið, sum búði í Egyptalandi, í Patros tey søgdu: ?Vit lurta ikki eftir tær í hasum, sum tú talaði til okkara í navni HARRANS! Nei, vit skulu gera alt tað, ið muður okkara hevur lovað; vit skulu brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, soleiðis sum vit hava gjørt, vit og fedrar okkara, kongar og høvdingar okkara, í býum Juda og á gøtum Jerúsalems. Tá høvdu vit nóg mikið breyð at eta, og okkum gekst væl, eingin vanlukka kom yvir okkum. Men frá tí stund vit góvu uppat at brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, hevur okkum fattast alt, og fyri svørði og av hungri eru vit gingin til grundar. Og táið vit brendu roykilsi fyri himmaldrotningini og útheltu drykkjuoffur til hennara mundu menn okkara ikki vita av tí og vilja tað at vit bakaðu henni køkur, dýrkaðu hana og útheltu drykkjuoffur til hennara!? Men Jeremias segði við alt fólkið, við menninar, kvinnurnar og alt fólkið, ið hevði svarað honum so: ?Tað, at tit hava brent roykilsi í býum Juda og á gøtum Jerúsalems, tit og fedrar tykkara, kongar og høvdingar tykkara og fólkið í landinum man HARRIN ikki hava minst tað og hugsað um tað! Jú, HARRIN fekk ikki tolt tað longur illgerðir tykkara og tað viðurstyggiliga, ið tit gjørdu og so varð land tykkara til oyðimørk og varð lagt í oyði, varð bann, so eingin býr har sum í dag gevur at bíta! Aftur fyri at tit brendu roykilsi, syndaðu móti HARRANUM, ikki lurtaðu eftir tí, sum HARRIN segði, ikki livdu eftir lóg, boðum og vitnisburðum Hansara, tí kom henda vanlukka á tykkum sum í dag gevur at bíta!? Og Jeremias segði við alt fólkið og allar kvinnurnar: ?Hoyrið orð HARRANS, øll tit av Juda, sum í Egyptalandi eru! So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tit og kvinnur tykkara, tit hava við hondunum útint tað, ið tit lovaðu við munninum, táið tit søgdu: ?Vit skulu halda lyftini, ið vit hava gjørt brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara!? Haldið bert lyfti tykkara og útinnið tey! Men hoyrið so orð HARRANS, øll tit av Juda, sum í Egyptalandi búgva! Eg havi svorið um stóra navn Mítt sigur HARRIN: Sanniliga, navn Mítt skal ikki verða tikið uppá tunguna aftur av nøkrum judeiskum manni í øllum Egyptalandi, so hann sigur: ?So satt sum Harrin HARRIN livir!? Tí Eg vaki yvir teimum til ilt og ikki til gott; hvør maður av Juda, sum í Egyptalandi er, skal ganga til grundar fyri svørði og av hungri, inntil endi er gjørdur á teimum. Bert tey, ið komast undan svørðinum, skulu koma aftur úr Egyptalandi til Judaland lítil flokkur; og øll tey, sum eftir eru av Juda, tey, sum komin eru til Egyptalands at búgva har sum fremmand, skulu fáa at síggja, um tað verður orð Mítt, ið fast stendur, ella teirra. Og hetta sigur HARRIN skal vera tykkum tekinið fyri, at Eg skal heimsøkja tykkum á hesum staði, so tit fáa at síggja, at orð Míni um tykkum standa føst tykkum til vanlukku: So sigur HARRIN: Eg gevi Farao Hofra, kongin í Egyptalandi, í hendur fígginda hansara og í hendur teirra, sum liggja honum eftir lívinum, soleiðis sum Eg havi givið Zedekias kong í Juda í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, sum var fíggindi hansara og lá honum eftir lívinum.? KAPITUL Orð Harrans til Baruk. Orðið, ið Jeremias profetur talaði til Baruk, son Nerija, táið hann, eftir sum Jeremias segði honum, skrivaði øll hesi orð í bók, fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið: So sigur HARRIN Gud Ísraels um teg, Baruk: Tú segði: ?Vei mær! Tí HARRIN hevur lagt sorg aftrat kvøl míni; eg eri móður av at suffa og finni onga hvíld!? So skalt tú siga við hann: So sigur HARRIN: Tað, ið Eg havi bygt, rívi Eg niður; tað, ið Eg havi plantað, slíti Eg upp; so gongur við allari jørðini. Og tú, tú tráar eftir tí, sum stórt er, til tín sjálvs? Tráa ikki eftir tí! Tí Eg lati vanlukku koma yvir alt hold sigur HARRIN. Men teg skal Eg lata vinna lív títt sum lut, allastaðni har tú fert. KAPITUL Um Egyptaland. Orð HARRANS, ið kom til Jeremias profet um heidningafólkini. Um Egyptaland, um her Faraos Nekos kongs í Egyptalandi, sum stóð við ánna Eufrat, við Karkemis, og sum Nebukadnezar bábelskongur vann sigur á, fjórða árið ið Jójakim judakongur, sonur Josias, sat við stýrið. Gerið skjøld og verju til reiðar, og haldið fram til bardaga! Setið hestarnar fyri vagnarnar, setið tykkum upp, hestmenninir, fylkið tykkum við hjálmi á høvdinum! Gerið spjótini blonk, farið í brynjurnar! Hví síggi eg teir ræðsluslignar halda undan? Kappar teirra liggja undir, flýggja og hyggja ikki aftur um seg ræðsla úr øllum ættum, sigur HARRIN. Hin kviki skal ikki komast undan, og kappin skal ikki bjarga sær. Har norðuri, við ánna Eufrat, snáva teir og falla. Hvør er hesin, ið veksur eins og Nilá, og hvørs vøtn koma brúsandi sum streymarnir? Egyptaland veksur eins og Nilá og hevur brúsandi vøtn sum streymarnir; tað sigur: ?Eg skal vaksa og leggja yvir londini, eg skal leggja í oyði býir og tey, sum í teimum búgva. Farið fram, hestar, stormið avstað, vagnar! Kapparnir skulu halda avstað, Etioparar og Putearar, ið bera skjøld, og menn úr Lud, ið eru vápnaðir við bogum, sum teir spenna.? Men tann dagur er Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna, hevndardagur, táið Hann skal hevna Seg á fíggindar Sínar, og svørðið skal eta og mettast og verða drukkið av blóði teirra; tí offurhátíð heldur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, í Norðurlandi, við ánna Eufrat. Far avstað til Gilead eftir balsam, moyggin, dóttir Egyptaland! Til einkis roynir tú mong ymisk læknaráð; einki kann veita tær heilsubót! Fólkasløg frætta um skomm tína, og neyðarróp tíni fylla jørðina; tí ein kappin dettur um annan, og báðir falla. Orðið, ið HARRIN talaði við Jeremias profet um, at Nebukadnezar bábelskongur skuldi koma og vinna sigur á Egyptalandi: Kunngerið tað í Egyptalandi, boðið frá tí í Migdol, boðið frá tí í Nof og Tapanhes sigið: Stíg fram og ger teg til, tí svørðið hevur etið alt rundan um teg! Hví er hin sterki hjá tær fallin til jarðar? Hann var ikki mentur at standa seg, tí HARRIN rendi hann umkoll. Hann fekk mangar at snáva, ja, teir falla, hvør oman á annan, og teir siga: ?Komið, latið okkum fara heimaftur til fólk okkara og føðiland okkara undan svørðinum, ið herjar!? Teir rópa har: ?Tað er úti við Farao egyptalandskongi hann læt hina lagaligu tíðina fara frá sær!? So satt sum Eg livi sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna: Sum Tabor millum fjøllini og sum Karmel við havið kemur hann! Ger teg til at fara í útlegd, dóttir Egyptalands, sum í landinum býr! Tí Nof skal verða oyðimørk og lagt í oyði, so eingin býr har. Vøkur kvíga er Egyptaland; men oyðing norðaneftir kemur hon kemur! Eisini hinir leigaðu hermenninir, ið tað hevur hjá sær, teir, ið líkjast gøðingarkálvum ja, eisini teir venda við, flýggja allir samlir, teir eru ikki mentir at standa seg; tí vanlukkudagur teirra er komin á teir, heimsøkingartíð teirra. Rødd tess skal ljóða sum ormsins; tí við heri halda teir* fram, og við øksum koma teir móti tí eins og teir, ið høgga við. Teir høgga niður skóg tess sigur HARRIN tí hann er ikki komandi ígjøgnum; teir eru fleiri enn grashoppur, ikki stendur til at telja teir. Dóttir Egyptalands verður til skammar; hon verður givin tjóð norðaneftir í hendur. HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, sigur: Eg heimsøki Amon í No og Farao og Egyptaland við gudunum og kongunum har, bæði Farao og teir, ið á hann líta, og Eg gevi teir í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum, í hendur Nebukadnezars kongs í Bábel, og í hendur tænara hansara; men síðani skal tað sleppa at liva í friði sum í fornum døgum sigur HARRIN. Óttast tí ikki, Jákup, tænari Mín, ræðst ikki, Ísrael! Tí Eg frelsi teg úr landinum langt burtur og avkom títt úr landinum, har tey eru fangar; Jákup skal koma aftur og hava frið og vera tryggur, eingin skal ræða hann. Óttast ikki, Jákup, tænari Mín sigur HARRIN tí Eg eri við tær! Eg skal gera enda á øllum tjóðunum, ið Eg havi rikið teg burtur til; men tær skal Eg ikki gera enda á; Eg skal tykta teg við máta, tí heilt óstraffaðan lati Eg teg ikki vera. KAPITUL Um Filistarar. Orð HARRANS, ið kom til Jeremias profet um Filistarar, áðrenn Farao vann Gaza. So sigur HARRIN: Vatn kemur streymandi norðaneftir og verður á, ið fløðir yvir; tað leggur út yvir londini og alt tað, sum í teimum er, býirnar og tey, sum í teimum búgva. Menniskjuni rópa, og øll, ið á jørðini búgva, vena seg. Táið dynur av veldigu hestum hansara, ið koma rennandi, táið gangurin hoyrist av vagnum hansara, táið hjól hansara glymja, hyggja fedrar ikki rundan um seg eftir børnum sínum, so mótfalnir eru teir nú dagurin er komin, táið allir Filistarar skulu verða oyddir, og hvør ein hjálpari, ið eftir er hjá Týrus og Sidon, skal verða týndur; tí HARRIN beinir fyri Filistarum, teimum, ið eftir eru úr Kaftorsoyggj. Gaza er vorðið skallut, Askalon er lagt í oyði, tað, ið eftir er av láglendi teirra hvussu leingi fert tú at rista skurðir í teg? Á, hvussu leingi verður tað, inntil tú fert at hvíla, svørð HARRANS? Far í slíðrar tínar, hvíl teg og ver stilt! Hvussu skuldi tú kunnað hvílt, táið HARRIN hevur givið tær boð! Til Askalon og havsstrondina, hagar hevur Hann stevnt tí. KAPITUL Um Móab. Um Móab. So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Vei Nebo, tí tað er oytt! Kirjatajim er vorðið til skammar, er tikið; borgin er vorðin til skammar og er brotin niður. Tað er úti við rósi Móabs; í Hesbon leggja teir upp ónd ráð móti tí: ?Komið, latið okkum oyða tað, so tað er ikki tjóð longur!? Eisini tú, Madmen, skalt umkomast, svørðið skal elta teg. Neyðarróp hoyrast úr Horonajim, herjan og mikil oyðing. Móab er lagt í oyði; børn tess skera í róp. Grátandi fara tey niðan brekkuna til Luhit; á leiðini oman til Horonajim hoyrast angistróp undan oyðingini. Flýggið, bjargið lívinum! Verðið sum hjálparleys í oyðimørkini! Ja, aftur fyri, at tú leit á góðs títt og skattir tínar, skalt eisini tú verða tikin; og Kamos skal fara í útlegd, og prestar og høvdingar hansara, allir samlir. Oyðarin skal koma yvir hvønn bý ikki ein býur skal sleppa undan; dalurin skal ganga til grundar, og slættin skal verða lagdur í oyði sum HARRIN hevur sagt. Gevið Móab veingir! Tí við flúgvandi ferð skal tað fara avstað, og býir tess skulu verða oyðimørk, sum eingin býr í. Bannaður veri tann, ið latur er at gera verk HARRANS, bannaður veri tann, ið ikki blóðgar svørð sítt! Móab hevur livað í friði frá ungdóminum; tað hevur ligið stilt á berskaka sínum, er ikki helt úr einum ílatinum í annað og hevur ikki farið í útlegd; tí hevur tað ikki mist smakkin, og luktur tess er ikki broyttur. Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið Eg sendi tí víntapparar; teir skulu leggja tað á hall og tøma íløt tess og sora sundur krukkur tess. Tá skal Móab hava skomm av Kamos, eins og hús Ísraels hevði skomm av Betel, sum tey litu á. Hvussu fáa tit sagt: ?Vit eru hetjur og raskir hermenn!? Móab verður lagt í oyði; teir fara niðan í býir tess, og hinir útvaldu ungu menn tess koma oman at verða dripnir sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna. Neyð Móabs er nær; vanlukka tess kemur við skundi. Tykist synd í tí, øll tit, sum rundan um tað búgva, og øll tit, sum kenna navn tess! Sigið: ?Hvussu brotnaði hann, hin sterki stavurin, hin dýri sprotin?? Kom niður frá dýrd tíni og set teg í turt land, dóttir Dibon, tú, sum býrt í býnum! Tí hann, ið oyðir Móab, kemur móti tær, hann brýtur niður borgir tínar. Statt við vegin og skimast, tú, sum í Aroer býrt! Spyr tey, sum flýggja og undan eru sloppin: ?Hvat hevur hent?? Móab er vorðið til skammar, tað er sorað sundur. Venið tykkum og rópið! Kunngerið við Arnon, at Móab er lagt í oyði! Dómurin er komin yvir slættlendið, yvir Holon, Jaza, Mofa'at, Dibon, Nebo, Bet-Diblatajim, Kirjatajim, Bet-Gamul, Bet-Meon, Kerijot, Bozra og allar býirnar í Móabslandi, fjart og nær. Hornið er høgt av Móab, og armur tess er brotin sigur HARRIN. Gerið tað drukkið, aftur fyri at tað hevur hugmóðað sær móti HARRANUM! Móab skal sløðra umkoll í sína egnu spýggju og verða til spott tað við. Ella hevði tú ikki Ísrael at flenna at! Var tað tá tikið millum tjóvar, síðani tú ristir við høvdinum, hvørja ferð tú tosar um tað! Rýmið úr býunum og búsetist á klettinum, tit, sum í Móab búgva! Verið sum dúvan, ið ger sær reiður á gjáarbarminum hinumegin! Vit hava hoyrt um hugmóð Móabs, hvussu ovurhonds stolt tað er, hvussu hástórt, hugmóðigt og erpið tað er, og hvussu stórt hjarta tess er. Eg veit um, hvussu frekt tað er sigur HARRIN og um tómu, stóru orð og tómu verk tess. Tí veni eg meg um Móab, gremji meg um alt Móab; ein noyðist at suffa um menninar í Kir-Heres. Sum Jazer grætur, gráti eg um teg, tú víntræ Sibma! Greinar tínar fóru yvir havið, tær komu líka til Jazershav. Á fruktheyst og vínheyst títt legst oyðarin. Gleði og frøi hvørvur av hini fruktbøru mark og úr Móabslandi, og Eg geri enda á víninum í persunum; eingin skal við fagnaðarrópum troða persuna; fagnaðarróp hoyrast, sum eingi fagnaðarróp eru. Róp hoyrast úr Hesbon líka til El'ale, ja, líka til Jahaz, úr Zoar til Horonajim, til Eglat-Selisia; tí eisini Nimrimsvøtn verða til oyðimarkir. Eg oyði úr Móab sigur HARRIN hvønn tann, ið fer niðan á hædd og brennir roykilsi fyri gudum sínum. Tí venar hjarta mítt seg um Móab eins og floytur; hjarta mítt venar seg eins og floytur um menninar í Kir-Heres. Tað gongur til grundar, sum teir hava spart saman. Tí hvørt høvd er skallut, hvørt skegg er rakað av; á øllum hondum eru skurðir, um lendarnar er sekkur. Á øllum tekjum í Móab og á gøtunum har hoyrist ikki annað enn venan; tí Eg havi sorað Móab sundur sum ílat, ið einki virði hevur sigur HARRIN. Sum tað er ræðslusligið! Sum tey vena seg! Hygg, hvussu Móab við skomm vendir bakið til! Móab verður øllum teimum, ið rundan um tað búgva, til látur og til ræðslu. Tí so sigur HARRIN: Hann flýgur sum ørn og breiðir út veingirnar yvir Móab. Býirnir verða tiknir, borgirnar álopnar, og hjarta kappanna í Móab verður tann dag sum hjarta kvinnu í barnsneyð. Móab verður lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur, aftur fyri at tað hevur hugmóðað sær móti HARRANUM. Ræðsla, grøv og garn yvir teg, tú, sum í Móab býrt! sigur HARRIN. Tann, ið flýggjar undan ræðsluni, skal falla í grøvina, og tann, ið sleppur upp úr grøvini, skal koma fastur í garnið; tí Eg lati heimsøkingarárið koma yvir Móab sigur HARRIN. Máttleys standa tey aftur undir Hesbon, tey, ið flýggja; tí eldur gongur út úr Hesbon, og logi úr Sihon; hann oyðir tynning Móabs og hvirilin á ófriðarættini. Vei tær, Móab! Tað er úti við Kamosfólki. Tí synir tínir verða fluttir burt herleiddir, og døtur tínar hertiknar. Men á síðstu døgum skal Eg venda lagnu Móabs sigur HARRIN. Her endar dómur Móabs. KAPITUL Um Ammonitar, Edom, Damaskus, Kedar, Hazorsríki, og Elam, Um Ammonitar. So sigur HARRIN: Hevur Ísrael ongar synir, ella hevur tað ongan arvinga! Hví hevur Milkom tikið Gad í ogn? Hví hevur fólk hansara búsett seg í býunum har? Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið Eg lati herróp ljóða móti Rabba í Ammonslandi; tað skal verða oyðin eyrdungi, døtur tess skulu verða brendar, og Ísrael skal arva arvingar sínar sigur HARRIN. Vena teg, Hesbon, tí Ai er lagt í oyði! Rópið, tit Rabbadøtur, sveipið tykkum í syrgibúna, gremjið tykkum og rennið um við fæbyrgini! Tí Milkom fer í útlegd, og prestar og høvdingar hansara allir samlir. Hví rósar tú tær av dølum tínum, av, at dalur tín gevur slíka yvirflóð, fráfalna dóttirin, sum lítur á skattir tínar og sigur: ?Hvør fær gjørt mær nakað!? Men Eg lati ræðslu koma á teg sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna frá øllum, ið rundan um teg búgva; tit skulu verða rikin burt, hvør í sína ætt, og eingin skal savna saman tey, sum flýggja. Men síðani skal Eg loysa Ammonitar úr útlegdini sigur HARRIN. Um Edom. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Er eingin vísdómur longur í Teman? Finnast eingi ráð longur hjá hinum vitigu? Er vísdómur teirra uppi? Flýggið, vendið við, fjalið tykkum djúpt niðri, tit, sum í Dedan búgva! Tí Eg lati vanlukku Esaus koma á hann, tíðina táið Eg heimsøki hann. Um teir, ið heysta vín, leggja á teg, lata teir einki seinnaheyst vera eftir; koma tjóvar á nátt, oyða teir, inntil teir hava nóg mikið. Tí Eg lati Esau naknan, Eg sigi frá, hvar hann fjalir seg ja, um hann vil fjala seg, so fær hann ikki; børn hansara, brøður hansara og grannar hansara verða forkomin, og tað er úti við honum. Far frá faðirleysu tínum! Eg skal halda lívinum í teimum. Og einkjur tínar kunnu líta á Meg. Tí so sigur HARRIN: Tey, sum ikki áttu at drukkið steypið, noyðast at tøma tað, og so skuldi tú sloppið undan straff! Nei, tú skalt ikki verða óstraffaður, tú skalt noyðast at tøma tað. Tí Eg havi svorið um Meg sjálvan sigur HARRIN at Bozra skal verða til ræðslu, til spott, til oyðimørk og til bann, og allir býir tess skulu verða til ævigar oyðimarkir. Tíðindi havi eg hoyrt frá HARRANUM, boðberi er sendur út millum tjóðirnar: Savnið tykkum saman og haldið ímóti tí, reisist til bardaga! Tí Eg geri teg lítlan millum tjóðirnar, vanvirdan millum menniskjuni. Ræðsla komi yvir teg! Hugmóð hjarta tíns hevur dárað teg, tú, sum býrt í bergskorum, tú, ið hevur tilhald uppi á tindunum. Um tú so gert tær reiður høgt sum ørnin, skal Eg stoyta tær oman haðani sigur HARRIN. Edom skal verða til ræðslu; ein og hvør, sum kemur fram við tí, skal ræðast og spotta um allar plágur tess. Sum táið Sodoma og Gomorra og allir grannabýirnir har vórðu lagdir í oyði sigur HARRIN skal eingin maður búgva har, einki menniskjabarn hava tilhald har. Sum leyva kemur hann út úr stoltleika* Jordans og fer út á eingirnar, ið altíð eru grønar; tí eftir eini løtu skal Eg reka teir burt haðani, og tann, ið útvaldur er, hann skal Eg seta yvir tað; tí hvør er sum Eg, hvør býður til at stevna Mær, og hvør er tann hirði, ið er maður fyri at standa fyri ásjón Míni! Hoyrið tí ráðið, ið HARRIN hevur lagt móti Edom, og hugsanirnar, ið Hann hevur hugsað móti teimum, sum í Teman búgva: Vissuliga, tey skulu verða drigin burt, hini smáu lombini; vissuliga, haglendi teirra skal verða ræðslusligið um tey! Av braki fals teirra nøtrar jørðin; neyðarróp ljóða, sum hoyrast líka at Reyðahavi. Sum ørn fer hann upp og flýgur og breiðir út veingirnar yvir Bozra, og hjarta kappanna í Edom verður tann dag sum hjarta kvinnu í barnsneyð. Um Damaskus. Hamat og Arpad eru vorðin til skammar, tí tey hava hoyrt ring tíðindi tey ganga undir av angist. Í havinum er ófriður; tað fær ikki verið stilt. Damaskus er mótfallið; tað vendir sær til at flýggja; ræðsla hevur gripið tað; angist og verkir hava gripið tað, sum kvinnuna, ið hevur fingið ilt. Hví lótu teir hann ikki vera, hin lovprísaða staðin, gleðibý mín? Tí skulu hinir ungu menn tess falla á gøtum tess, og allir hermenninir skulu umkomast tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna. Eg skal seta eld á múr Damaskus; hann skal oyða hallir Benhadads. Um Kedar og Hazorsríki, sum Nebukadnezar bábelskongur vann. So sigur HARRIN: Komið, haldið á Kedar, gerið enda á sonum Eysturlandsins! Tjøld teirra og smáfæ teirra skulu teir taka; tjaldteppum teirra og øllum amboðum teirra og kamelum teirra skulu teir fara avstað við, og teir skulu rópa til teirra: ?Ræðsla úr øllum ættum!? Flýggið, flýggið sum skjótast, fjalið tykkum djúpt niðri, tit, sum í Hazor búgva! sigur HARRIN; tí Nebukadnezar kongur í Bábel hevur lagt ráð móti tykkum og upphugsað ilt móti tykkum. Avstað! Haldið á meinaleysa tjóð, ið býr trygg! sigur HARRIN; teir hava hvørki portur ella sláir, teir búgva fyri seg sjálvar. Kamelar teirra skulu verða til rán, og hinir stóru neytaflokkar teirra til fong; Eg skal spjaða teir í allar ættir, teir, sum klippa niðan av hárinum; úr øllum ættum skal Eg lata vanlukku koma yvir teir sigur HARRIN. Hazor skal verða til sjakalabústað, oyðimørk til ævigar tíðir; einki menniskja skal búgva har, einki menniskjabarn skal hava tilhald har. Orð HARRANS, sum kom til Jeremias profet um Elam í byrjan ríkisstjórnar Zedekiasar judakongs; Hann segði: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg bróti sundur boga Elams, bestu megi teirra. Og Eg skal úr fýra ættum himmalsins lata koma fýra vindar yvir Elam og spjaða tey í hesar fýra ættir; ikki skal vera tann tjóð, sum hini burtriknu úr Elam ikki koma til. Eg skal lata Elam ræðast fíggindar sínar og teir, ið liggja tí eftir livinum; Eg skal lata vanlukku koma yvir tey, brennandi vreiði Mína sigur HARRIN og Eg skal senda svørðið eftir teimum, inntil Eg havi gjørt enda á teimum. Eg reisi hásæti Mítt í Elam, og Eg oyði har bæði kong og høvdingar sigur HARRIN. Men á síðstu døgum skal Eg loysa Elam úr útlegdini sigur HARRIN. KAPITUL Um Bábel. Orðið, ið HARRIN við Jeremiasi profeti talaði um Bábel, um land Kaldeara. Kunngerið tað millum tjóðirnar, boðið tað og setið upp merki! Boðið tað, dyljið tað ikki sigið: ?Bábel er tikið, Bel er vorðin til skammar, Merodak er niðurbrotin; gudamyndir tess eru vorðnar til skammar, hinir viðurstyggiligu avgudar tess eru niðurbrotnir.? Tí tjóð norðaneftir kemur móti tí; hon ger land tess til oyðimørk, sum eingin býr í; bæði fólk og fæ eru rýmd, flýdd burtur. Á teimum døgum og á teirri tíð sigur HARRIN skulu Ísraelsmenn koma, teir og Judamenn saman; teir skulu koma grátandi, og HARRAN Gud sín skulu teir søkja. Eftir Zion skulu teir spyrja, hagar eru andlit teirra vend -: ?Komið, latið okkum halda okkum til HARRAN við ævigum sáttmála, sum ikki verður gloymdur!? Burtvilst fylgi var fólk Mítt; hirðar teirra høvdu fingið tey av leið; niðan í fjøllini høvdu teir rikið tey; tey reikaðu av fjalli á hædd, tey gloymdu hvíldarstað sítt. Ein og hvør, ið hitti tey, át tey, og fíggindar teirra søgdu: ?Vit skulu ikki bøta fyri tað!? aftur fyri at tey høvdu syndað móti HARRANUM, bústaði rættvísinnar, og móti vón fedra sína HARRANUM. Flýggið burtur úr Bábel, rýmið úr landi Kaldeara, verið sum bukkar undan fylginum! Tí Eg skal uppvekja úr Norðurlandi skara av stórum fólkasløgum og lata tey koma móti Bábel; tey skulu fylkja seg móti tí, og av teimum skal tað verða tikið; pílar teirra eru sum hjá royndum kappa, eingin kemur tómhentur aftur. Kaldea skal verða til rán; allir teir, ið ræna tað, skulu verða mettir sigur HARRIN. Ja, gleðist bert, fegnist bert, tit, ið ræna arvalut Mín! Ja, hoppið bert sum kvíga, ið treskir, og gneggið sum sterkir hestar! Móðir tykkara verður stórliga til skammar; hon, ið føddi tykkum, skal standa við skomm; hon verður tann av tjóðunum, sum minst hevur at týða, oyðimørk, turt land og heiði. Vreiði HARRANS skal gera, at har aldri kemur at búgva fólk aftur alt samalt skal verða oyðimørk; hvør tann, ið kemur fram við Bábel, skal ræðast og halda spott at øllum plágum tess. Fylkist móti Bábel úr øllum ættum, allir tit, ið spenna boga! Skjótið á tað, sparið ikki pílarnar, tí móti HARRANUM hevur tað syndað! Skerið í herróp móti tí úr øllum ættum! Tað hevur givist upp, stólpar tess eru falnir, múrar tess eru niðurrivnir. Hetta er jú hevnd HARRANS; hevnið tykkum á tað, gerið við tað, sum tað hevur gjørt! Oyðið úr Bábel bæði sáðmann og tann, ið nýtir akurknívin heystardag! Fyri svørðinum, ið herjar, skulu tey fara, hvørt heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvørt til land sítt. Burtrikið lamb er Ísrael; leyvur hava rikið tað burt. Fyrst át kongurin í Assýria tað, og nú seinast hevur Nebukadnezar bábelskongur sorað beinini í tí. Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg heimsøki bábelskong og land hansara, eins og Eg havi heimsøkt kongin í Assýria. Og Eg skal leiða Ísrael aftur á haglendi tess; tað skal liggja á Karmel og í Basan, og á Efra'imsfjøllum og í Gilead skal tað eta seg mett. Á teimum døgum og á teirri tíð sigur HARRIN skal verða leitað eftir misbroti Ísraels, men tað skal ikki vera til, og eftir syndum Juda, men tær skulu ikki vera at finna; tí Eg skal fyrigeva teimum, ið Eg lati verða eftir. Halt á Meratajimsland* og á teir, sum í Pekod* búgva! Elt teir, forkom teimum, slá teir við banni sigur HARRIN og ger á allan hátt, sum Eg havi givið tær boð um! Óljóð av bardaga hoyrist í landinum, og mikil oyðing. Hvussu er hann ikki avstøktur og soraður, hamarin, ið sló alla jørðina! Hvussu er ikki Bábel vorðið til ræðslu millum tjóðirnar! Eg setti snerru fyri teg, og tú komst í hana, Bábel, áðrenn tú vitsti av; tú vart funnið og gripið tí tað var HARRAN, tú hevði givið teg í stríð við. HARRIN hevur latið upp vápnagoymslu Sína og tikið út vreiðivápn Síni; tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hevur verk at gera í landi Kaldeara. Leggið á tað úr øllum ættum! Latið upp goymslur tess, dungið saman sum korndungar tað, ið har finst, og sláið tað við banni latið tað einki hava eftir! Drepið allar tarvar tess, leiðið teir oman at verða dripnar! Vei teimum! Dagur teirra er komin, heimsøkingartíð teirra. Hoyrið! Tey eru flýdd og undansloppin úr Bábelslandi til at kunngera í Zion hevnd HARRANS Guds okkara hevndina fyri tempul Hansara. Stevnið skotmonnum saman móti Bábel, øllum teimum, ið spenna boga! Takið støðu móti tí rundan um tað, latið ongan komast undan! Latið tað fáa líka fyri verk síni, gerið við tað, á allan hátt so sum tað hevur gjørt! Tí móti HARRANUM hevur tað hugmóðað sær, móti hinum Heilaga í Ísrael. Tí skulu hinir ungu hjá tí falla á gøtum tess, og tann dag skal endi verða gjørdur á øllum hermonnum tess sigur HARRIN. Eg komi yvir teg, Sadon* sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna tí dagur tín er komin, tíðin, táið Eg heimsøki teg. Tá skal Sadon snáva og falla og ongan hava at reisa seg upp; og Eg skal seta eld á býir tess; hann skal oyða alt rundan um tað. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Kúgaðir eru bæði Ísraelsmenn og Judamenn; allir teir, ið hava herleitt teir, halda teimum føstum, vilja ikki lata teir sleppa. Men endurloysari teirra er sterkur HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara; Hann skal vissuliga flyta mál teirra og lata jørðina fáa frið, men tey ófrið, sum í Bábel búgva. Svørð yvir Kaldearar sigur HARRIN yvir tey, sum í Bábel búgva, yvir høvdingar og vísmenn tess! Svørð yvir lygiprofetarnar, so teir standa har sum dárar! Svørð yvir kappar tess, so teir missa mótið! Svørð yvir hestar og vagnar tess og yvir alt hitt fremmanda herfólk millum teirra! Teir skulu verða sum kvinnur! Svørð yvir skattir tess! Teir skulu verða rændir! Turkur komi yvir vøtn tess! Tey skulu torna upp! Tí avgudaland er tað, og við ræðuligu avgudum sínum bera tey seg at sum vitleys. Tí skulu dýrini úr oyðimørkini búgva har saman við villum hundum, og strutsar skulu búgva í tí; aldri skal tað verða bygt aftur, mann eftir mann skal eingin búgva har. Sum táið Gud legði Sodoma og Gomorra og allar grannabýirnar har í oyði sigur HARRIN skal eingin maður búgva har, einki menniskjabarn hava tilhald har. Fólk kemur norðaneftir stórt fólk og mangir kongar reisast og koma úr ytsta enda jarðar. Boga og spjót halda teir í hondini; teir eru grummir og eira ongum; mál teirra brúsar sum havið, og á hestum koma teir ríðandi, vápnaðir sum hermaður móti tær, dóttir Bábel! Bábelskongur hevur fingið tíðindi um teir, og hendur hansara eru máttleysar; angist hevur gripið hann, kvalir, sum kvinnuna, ið eigur barn. Sum leyva kemur hann* út úr stoltleika** Jordans og fer út á eingirnar, ið altíð eru grønar; tí eftir eini løtu skal Eg reka teir burt haðani, og tann, ið útvaldur er, hann skal Eg seta yvir tað; tí hvør er sum Eg, hvør býður til at stevna Mær, og hvør er tann hirði, ið er maður fyri at verða standandi fyri ásjón Míni! Hoyrið tí ráðið, ið HARRIN hevur lagt móti Bábel, og hugsanirnar, ið Hann hevur hugsað móti landi Kaldeara: Vissuliga, tey skulu verða drigin burt, hini smáu lomb; vissuliga, haglendi teirra skal verða ræðslusligið um tey! Av hesum rópi: ?Bábel er tikið!? nøtrar jørðin, og neyðarróp hoyrast millum tjóðirnar. KAPITUL Framhald. So sigur HARRIN: Eg lati koma skaðaveður yvir Bábel, yvir tey, sum í Leb-Kamai* búgva. Eg sendi fremmandar móti Bábel; teir skulu kasta tað sum korn og tøma land tess, ja, úr øllum ættum skulu teir leggja á tað vanlukkudagin. Móti honum, ið spennir boga, skal bogamaðurin spenna boga sín, og móti honum, ið errin gongur í brynju síni. Eirið ikki hinum ungu hjá tí, sláið allan her tess við banni! Dripnir menn skulu falla í landi Kaldeara, gjøgnumstungnir á gøtunum har. Tí Ísrael og Juda eru ikki einkjur, gloymdar av Gudi sínum, HARRANUM Gudi herskaranna tóat land teirra er fult av skyld móti hinum heilaga í Ísrael. Flýggið út úr Bábel hvør og ein má bjarga lívi sínum! Varðið tykkum, at tit ganga ikki undir við misbroti tess! Hevndartíð HARRANS er tað; Hann lønir Bábel aftur tað, ið tað hevur gjørt. Bábel var gullsteyp í hond HARRANS; tað gjørdi alla jørðina drukna; av víni tess drukku tjóðirnar; tí bóru tjóðirnar seg at sum vitleysar. Men alt í einum er Bábel fallið og sorað sundur. Venið tykkum um tað, farið eftir balsam fyri plágu tess kanska tað kundi verðið grøtt! ?Vit hava roynt at grøða Bábel, men ikki stóð til at grøða tað. Rýmið frá tí og latið okkum fara hvør til land sítt! Tí dómurin yvir tað røkkur líka til himmals, stígur upp at skýggjunum. HARRIN hevur latið rættvísa málevni okkara koma fram í ljósið; komið, latið okkum í Zion kunngera verk HARRANS Guds okkara!? Hvessið pílarnar, takið skjøldirnar! HARRIN hevur vakt anda medarakonga; tí móti Bábel miðar ætlan Hansara, Hann ætlar at forkoma tí; tí tað er hevnd HARRANS hevndin fyri tempul Hansara. Reisið merki móti múrum Bábels, haldið sterka vakt, setið út vaktarmenn, leggið menn á lúr! Tí HARRIN hevur bæði upphugsað og setur í verk tað, ið Hann hevur talað móti teimum, sum í Bábel búgva. Tú, sum býrt við stór vøtn, tú, ið eigur nógvar skattir! Endi tín er komin, girnd tín hevur nátt mál sítt. HARRIN Gud herskaranna hevur svorið um Seg sjálvan: Um Eg so havi fylt teg við menniskjum sum við grashoppum, skal tó verða hevjað sigursróp yvir tær! Hann er tann, ið við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin. Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himli! Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum. Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av útskornu mynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum. Tær eru fáfongd, verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar. Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt og ættina, sum er arvalutur Hansara HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara. Tú* ert hamari Mín, hervápn Mítt; við tær sori Eg sundur fólkasløg; við tær geri Eg enda á kongaríkjum; við tær sori Eg sundur hest og hestmann; við tær sori Eg sundur vagn og vagnstýrara; við tær sori Eg sundur mann og kvinnu; við tær sori Eg sundur gamlan og ungan, unglinga og moyggj; við tær sori Eg sundur hirða og fylgi; við tær sori Eg sundur akurmannin og oksar hansara; við tær sori Eg sundur jallar og landstjórar. Men Eg skal fyri eygum tykkara løna Bábel og øllum, sum í Kaldea búgva, alt tað illa, ið teir hava gjørt Zion sigur HARRIN. Ja, Eg skal hitta teg, oyðingarfjall títt sigur HARRIN tú, ið forkemur allari jørðini! Eg skal rætta út hond Mína móti tær og stoyta tær oman av homrunum og gera teg til brent fjall! Úr tær skal eingin taka stein til hornstein ella grundarstein; nei, til ævigar oyðimarkir skalt tú verða sigur HARRIN. Reisið merki í landinum, blásið í lúður millum tjóðirnar, vígið fólkasløg til bardaga móti tí, kallið saman móti tí ríki Ararats, Minni og Askenaz, setið høvuðsmenn móti tí, leiðið fram hestar sum lodnar grashoppur! Vígið fólkasløg til bardaga móti tí, kongar Media, jallarnar og landstjórarnar har og alt landið, ið hann* ræður yvir! Tá nøtrar jørðin og bivar; tí útint verður tað, ið HARRIN hevði í huga móti Bábel: At gera Bábelsland til oyðimørk, sum eingin býr í. Kappar Bábels geva uppat at berjast; teir sita stillir í borgunum, kraft teirra er burtur; teir eru vorðnir sum kvinnur; bústaðir tess verða avbrendir, porturstengur tess eru avstøktar. Ein rennarin skundar sær móti øðrum, ein boðberin móti øðrum til at bera bábelskongi boð um, at staður hansara er tikin, allur sum hann er; vaðini eru tikin, tjarnirnar eru turkaðar upp við eldi, og herfólkið er ræðslusligið. Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Dóttir Bábel er sum treskipláss, táið tað verður troðið; áðrenn langt umlíður, kemur heystartíð hennara. Nebukadnezar bábelskongur hevur etið okkum, hevur forkomið okkum, hevur sett okkum burt sum tómt ílat, hevur gloypt okkum sum dreki, hevur fylt búk sín við leskiliga mati mínum; hann hevur rikið okkum burt. ?Órætturin, ið eg havi tolt í holdi mínum, komi yvir Bábel!? mugu tey siga, sum í Zion búgva. ?Og blóð mítt komi yvir tey, sum í Kaldea búgva!? má Jerúsalem siga. Tí sigur HARRIN so: Eg flyti mál títt og hevni fyri teg, og Eg skal turka upp hav tess og lata keldu tess torna. Bábel skal verða til grótrúgvu, sjakalabústaður, til ræðslu og til spott, so eingin býr har. Teir brøla allir sum ungar leyvur, teir murra sum leyvuungar. Táið teir eru vorðnir heitir, skal Eg gera drykkjuveitslu fyri teimum og gera teir druknar, so teir verða kátir; síðani skulu teir sovna í ævigan svøvn og ikki vakna aftur sigur HARRIN. Eg skal leiða teir oman sum lomb at verða dripnar, sum veðrar og bukkar. Sum Sesak* er vunnið og tikið, tað, ið var stoltleiki alrar jarðarinnar! Sum Bábel er vorðið til ræðslu millum tjóðirnar! Havið hevur lagt yvir Bábel, hevur fjalt tað við brúsandi bylgjum sínum. Býir tess eru vorðnir oyðimørk, turt land og heiði, land, sum eingin býr í, og sum einki menniskjabarn ferðast um. Eg heimsøki Bel í Bábel og taki út úr munni hansara tað, ið hann hevur gloypt; fólkasløg skulu ikki streyma til hansara meir. Eisini múrur Bábels er fallin. Farið út úr tí, fólk Mítt hvør og ein bjargi lívinum undan brennandi vreiði HARRANS! Verið ikki mótfallin og rædd av tíðindunum, sum í landinum ganga um eini tíðindi hoyrast eitt ár, og síðani næsta árið onnur tíðindi, og um yvirgangur ræður í landinum, og ein harrin reisist móti øðrum! Tí skulu dagar koma, táið Eg heimsøki útskornu myndir Bábels, og alt land tess skal verða til skammar, allir menn tess skulu verða dripnir og falla har. Himmal og jørð og alt, sum teimum er í, skulu fegnast yvir Bábel; tí norðaneftir skulu oyðararnir koma yvir tað sigur HARRIN. Ja, tit av Ísrael, sum dripin eru eisini Bábel skal falla! Og tit um alla jørðina, sum dripin eru eisini tey, sum í Bábel búgva, skulu falla! Tit, sum undan svørðinum eru sloppin haldið avstað, steðgið ikki á, minnist HARRAN úr hinum fjarlagda landi, og minnist Jerúsalem! Vit vóru vorðin til skammar, tí vit noyddust at hoyra háðorð; skomm fjaldi andlit okkara, tí fremmandir brutust inn yvir halgidómar húss HARRANS. Tí skulu dagar koma sigur HARRIN táið Eg heimsøki útskornu myndir tess, og allastaðni í landi tess skulu særdir menn geva seg. Um so Bábel fer upp til himmals, og um tað ger borg sína so høga, at ógongt er til hennara, skal tó oyðari frá Mær koma yvir tað sigur HARRIN. Neyðarróp hoyrast úr Bábel, mikil oyðing er í landi Kaldeara. Tí HARRIN leggur Bábel í oyði og ger enda á hinum ógvuliga gangi har; bylgjur teirra* skulu brúsa sum stór vøtn, dunandi rødd teirra* skal ljóða hart. Tí yvir tað yvir Bábel kemur oyðari; kappar tess verða tiknir á hondum, og bogar teirra avstøktir; tí HARRIN er Gud, sum lønir aftur Hann lønir til fulnar. Eg skal gera teir druknar, høvdingar og vísmenn tess, jallar, landstjórar og kappar tess; teir skulu sovna í ævigan svøvn og ikki vakna aftur sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Múrur Bábels hin breiði skal verða rivin niður á grund, og portur tess hini høgu skulu verða brend upp, so fólk skulu hava pøst seg til einkis, fólkasløg skulu hava arbeitt seg móð fyri eldin! Hetta er boðið, ið Jeremias profetur gav Seraja, syni Nerija, son Maseja, táið hann fór til Bábel við Zedekiasi kongi í Juda, fjórða árið ið hann sat við stýrið Seraja fekk konginum innivist, táið hann var á ferð. Jeremias skrivaði í bók alla vanlukkuna, ið koma skuldi yvir Bábel, øll hesi orð, ið skrivað eru um Bábel. Og Jeremias segði við Seraja: ?Táið tú kemur til Bábel, síggj tá til, at tú lesur upp øll hesi orð! Og tú skalt siga: ?HARRI! Tú hevur talað móti hesum staði og sagt, at Tú skalt forkoma tí, so eingin skal vera, sum býr har, hvørki fólk ella fæ; nei, tað skal verða til ævigar oyðimarkir.? Táið tú so ert liðugur at lesa upp hesa bók, skalt tú binda stein upp í hana og kasta hana í Eufrat og siga: ?So skal Bábel søkka og ikki koma upp aftur av vanlukkuni, ið Eg lati koma yvir tað og máttleys skulu tey liggja har!?? Her endar tað, ið Jeremias hevur talað. KAPITUL Zedekias í Juda. Jerúsalem lagt í oyði. Judaríki gongur til grundar, Jójakin tikin til náði, Zedekias var ár, táið hann gjørdist kongur, og ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hamital og var dóttir Jirmeja, úr Libna. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum Jójakim hevði gjørt. Tí av tí at vreiði HARRANS var yvir Jerúsalem og Juda, gekk við teimum, sum tað gekk inntil Hann kastaði tey burt frá ásjón Síni. Og Zedekias fall frá bábelskongi. Níggjunda árið hann sat við stýrið, tann tíggjunda í tíggjunda mánaði, kom Nebukadnezar bábelskongur við øllum heri sínum móti Jerúsalem og tók støðu móti tí; teir reistu hervirki móti tí rundan um tað. So hildu teir býin kringsettan, líka til ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið. Tann níggjunda í fjórða mánaði var hungursneyðin so svár í býnum, at fólkið í landinum hevði einki at eta. Tá varð lið brotið á býmúrin. Og alt herfólkið flýddi og fór úr býnum um náttina gjøgnum portrið millum báðar múrarnar við urtagarð kongsins, meðan Kaldearar høvdu støðu móti býnum rundan um hann. Teir tóku leiðina til slættlendið. Men herur Kaldeara helt eftir konginum og fekk Zedekias aftur á Jerikoslætta og allur herur hansara varð spjaddur, hvør í sína ætt, frá honum. So tóku teir kongin og fóru við honum til Ribla í Hamatslandi, til bábelskong; og hann feldi dóm yvir hann. Bábelskongur læt synir Zedekias drepa fyri eygum hansara; eisini allar høvdingarnar í Juda læt hann drepa í Ribla. Og bábelskongur læt Zedekias blinda; síðani læt hann hann binda við tveimum koparleinkjum og fór til Bábel við honum; har læt hann hann sita fastan til deyðadag hansara. Tann tíggjunda í fimta mánaði tað var nítjanda árið, ið Nebukadnezar bábelskongur sat við stýrið kom Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, ein hin hægsti hjá bábelskongi, til Jerúsalem. Hann brendi hús HARRANS og kongshøllina; og øll húsini í Jerúsalem øll hús stórmannanna brendi hann. Og allur Kaldearaherurin, ið lívvaktarhøvdingin hevði við sær, reiv niður allar múrarnar um Jerúsalem. Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi herleiddi nøkur hini fátækastu av fólkinum og hini av fólkinum, tey, sum eftir vóru í býnum, og svíkjararnar, sum lopist høvdu yvir til bábelskong, og tað, ið eftir var av hópinum. Bert nøkur hini fátækastu í landinum læt Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi verða eftir sum víngarðsmenn og til at dýrka jørðina. Koparsúlurnar í húsi HARRANS og stabbarnar og koparhavið í húsi HARRANS brutu Kaldearar sundur og fóru til Bábel við koparinum. Øskubytturnar, eldspakarnar, knívarnar, bæði sløgini av skálum og øll koparíløtini, ið nýtt høvdu verið við tænastuna, rændu teir; somuleiðis rændi lívvaktarhøvdingin føtini, eldpannurnar, skálirnar at sletta blóð við, øskubytturnar, ljósastakarnar, hinar skálirnar og steypini alt tað, ið av gulli og silvuri var og súlurnar báðar, havið og hinar kopartarvarnar, ið undir støbbunum vóru sum Sálomo kongur hevði latið gera til hús HARRANS koparið í øllum hesum stóð ikki til at viga. Um súlurnar er at siga, at onnur súlan var átjan alin høg, og band, ið var tólv alin, rakk rundan um hana; hon var fýra fingrar tjúkk og opin innan. Súluhøvd av kopari var á henni; hetta súluhøvdið annað var fimm alin høgt; rutt net og granatepli vóru rundan um súluhøvdið, alt samalt av kopari; og á sama hátt var við hini súluni eisini hon hevði granatepli. Granateplini vóru sum vendu úteftir; øll granateplini vóru á hinum rudda netinum allan vegin runt. Lívvaktarhøvdingin tók Seraja, høvuðsprestin, og Zefanja, næsthægsta prestin, so eisini teir tríggjar duravaktararnar; og úr býnum tók hann ein hirðmann, hann, ið var høvuðsmaður yvir herfólkinum, og sjey av næstu monnum kongsins, sum enn vóru í býnum, harumframt skrivara herhøvdingans, hann, sum skrivaði út fólk landsins í hertænastu, og mans av fólki landsins, sum enn var í býnum hesar tók Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi og fór til Ribla til bábelskong við teimum; og bábelskongur læt teir drepa í Ribla í Hamatslandi. Soleiðis varð Juda herleitt úr landi sínum. Hetta er tal teirra, sum Nebukadnezar herleiddi: Sjeynda árið Judearar, og átjanda árið ið Nebukadnezar sat við stýrið, úr Jerúsalem; triðja og tjúgunda árið ið Nebukadnezar sat við stýrið, herleiddi Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi sálir av Judearum. Tilsamans vóru tað sálir. Sjeynda og tríatinda árið eftir at Jójakin judakongur var herleiddur, tann fimta og tjúgunda í tólvta mánaði, tók Evil-Merodak bábelskongur sama árið sum hann gjørdist kongur Jójakin judakong til náði og slepti honum út úr fangahúsinum. Hann tosaði blídliga við hann og setti stól hansara oman fyri stólar hinna konganna, sum hjá honum vóru í Bábel. Hann fór tá úr fangabúna sínum og át við borð hansara hvønn dag, so leingi sum hann livdi. Tað, ið honum tørvaði, fekk hann alla tíðina frá bábelskongi, hvønn dag tað, ið hann hevði fyri neyðini tann dagin, so leingi sum hann livdi, líka til deyðadag sín. Job KAPITUL Job óttast Gud, Satan fær loyvi at freista Job, Job stendur í freistingini, Í Uzlandi búði maður, ið æt Job. Hann var ólastandi og rættsintur maður, ið óttaðist Gud og helt seg frá tí, sum ónt var. Hann fekk sjey synir og tríggjar døtur; og hann átti kríatúr av smáfæi, kamelar, pør av neytum, esilsryssur og ógvuliga nógvar trælir, so at hann var mektigari enn nakar annar Eysturlendingur. Synir hansara høvdu tann sið at halda veitslu, hvør sín dag heima hjá sær, og teir sendu tá hinum trimum systrum sínum boð og buðu teimum at eta og drekka við sær. Hvørja ferð so veitsla hevði verið hjá teimum øllum, sendi Job boð eftir teimum og halgaði tey, og árla á morgni ofraði hann brennioffur, eitt fyri hvørt teirra; tí Job segði: ?Tað kann vera, at børn míni hava syndað og bannað Gudi í hjartanum.? Soleiðis gjørdi Job hvørja ferð. Nú bar so á ein dag, at synir Guds komu og stigu fram fyri HARRAN, og millum teirra kom eisini Satan. HARRIN spurdi Satan: ?Hvaðani kemur tú?? Satan svaraði HARRANUM: ?Eg havi farið um jørðina og reikað aftur og fram á henni.? Tá spurdi HARRIN Satan: ?Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er.? Men Satan svaraði HARRANUM: ?Eg skal ætla, at tað er fyri einki, Job óttast Gud! Nei, Tú hevur jú laðað garð um hann og hús hansara og alt, ið hann eigur, heilt rundanum! Handaverk hansara hevur Tú signað, og fylgi hansara breiða seg um landið. Men rætt bert út hondina og nem við alt, ið hann eigur vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!? Tá segði HARRIN við Satan: ?Gott! Alt, ið hann eigur, er í hond tíni; bert móti honum sjálvum mást tú ikki rætta út hondina!? So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS. So ein dag ið synir og døtur hansara ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum, kom ein til Job og segði: ?Neytini gingu fyri plónum, og esilsryssurnar lógu og ótu tætt við; tá hildu Sabearar á og tóku tey; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.? Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom ein annar og segði: ?Eldur Guds fall niður av himli og sló niður millum smáfæið og dreingirnar og brendi tey upp; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.? Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann triði og segði: ?Kaldearar komu í trimum flokkum og løgdu á kamelarnar og tóku teir; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.? Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann fjórði og segði: ?Synir tínir og døtur tínar ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum; tá kom knappliga harður stormur handan úr oyðimørkini; hann tók í øll fýra horn hússins, so tað fór umkoll oman yvir tey ungu og drap tey; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.? Tá reisti Job seg upp og skræddi kappan, klipti hárið av høvdinum, kastaði seg til jarðar og tilbað og segði: ?Nakin kom eg úr móðurfangi, og nakin fari eg hagar aftur HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!? Í øllum hesum syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði. KAPITUL Satan fær loyvi at sláa Job við sjúku, Kona hansara freistar hann. Men hann stendur, Hinir tríggir vinmenn hansara koma, Nú bar so á ein dag, at synir Guds komu og stigu fram fyri HARRAN, og millum teirra kom eisini Satan og steig fram fyri Hann. HARRIN spurdi Satan: ?Hvaðani kemur tú?? Satan svaraði HARRANUM: ?Eg havi farið um jørðina og reikað aftur og fram á henni.? Tá spurdi HARRIN Satan: ?Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er. Hann er líka ólastandi enn, og uttan grund hevur tú eggjað Meg at týna hann.? Men Satan svaraði HARRANUM: ?Húð fyri húð! Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt! Men vita nú og rætt út hondina og nem við bein og hold hansara vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!? Tá segði HARRIN við Satan: ?Gott! Hann er í hond tíni; tú skalt bert spara lív hansara!? So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS, og hann sló Job við ringum svullum líka frá hvirli til iljar. Hann tók sær tá leirbrot at skava seg við, har hann sat á øskudunganum. Tá segði kona hansara við hann: ?Tú ert ólastandi við sama lagi? Banna Gudi, so tú sleppur at doyggja!? Men hann svaraði henni: ?Tú talar sum dári! Skulu vit taka við tí góða frá Gudi, men ikki við tí illa!? Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrunum. Táið teir tríggir vinmenn Jobs fingu at frætta um alla hesa vanlukku, ið rámt hann hevði, komu teir, hvør úr heimstaði sínum, Elifaz Temanitur, Bildad Suhitur og Zofar Na'amatitur; og teir gjørdu av sín ámillum at fara til hansara og vísa honum samhug og ugga hann. Men táið teir, nakað burtur frá honum, hugdu upp og sóu, at hann als ikki kendist aftur, skóru teir í at gráta hart, og teir skræddu kapparnar og kastaðu mold upp í luftina niður yvir høvd síni. Síðani sótu teir hjá honum á jørðini sjey dagar og sjey nætur, uttan at nakar teirra talaði orð við hann; tí teir sóu, at hann píndist svárliga. KAPITUL Job byrjar at tala. Tá læt Job upp munnin og bannaði føðingardegi sínum. Job tók til orða og segði: ?Burt við deginum, ið eg varð føddur á, náttini, ið segði: ?Dreingjabarn er gitið!? Tann dagur verði myrkur! Gud haruppi spyrji ikki eftir honum, og einki ljós lýsi yvir honum! Niða og myrkur eigi hann, og toka leggist yvir hann, alt tað, ið ger dag myrkan, ræði hann! Hin nátt myrkur taki hana! Burt við teirri nátt úr døgum ársins, ei komi hon í mánaðatal! Ja, ófruktbør verði tann nátt, aldri hoyrist gleðiróp á henni! Teir, ið banna døgum, biði ilt yvir hana, teir, sum kønir eru at mana upp Livjatan! Morgunstjørnur hennara lýsi ikki! Hon bíði eftir ljósi, men tað komi ikki! Aldri skoði hon eygnalok morgunroðans aftur fyri at hon stongdi ikki dyr móðurlívsins og læt ikki vanlukku verða dulda fyri eygum mínum! Hví doyði eg ikki í móðurlívi? Hví andaðist eg ikki, við tað sama sum eg varð føddur? Hví tóku knø ímóti mær, hví bróst, sum eg fekk sogið? Tá hevði eg nú ligið og hvílt, tá lá eg og svav í friði millum kongar og ráðharrar jarðarinnar, sum bygdu sær gravhallir, millum høvdingar, ið áttu gull, og sum fyltu hús síni við silvuri ella eg var ikki til nú, líkur niðurgrivnum fostri, børnum, ið aldri fingu ljósið at síggja! Har eru hini gudleysu givin uppat at leika í, og har hvíla hini troyttu; har hava allir fangar frið, teir hoyra ikki mál hansara, sum koyrir undir; smá og stór eru líka har, og trælurin er sloppin undan harra sínum. Hví letur Gud hin líðandi síggja ljósið? Hví gevur Hann teimum lív, sum hava so beiska sorg, teimum, ið bíða eftir deyðanum, men hann kemur ikki, leita eftir honum meir enn eftir loyndum skattum, teimum, ið gleðast, ja, sum rópa av frøi, táið tey finna eina grøv tí manni, ið finnur ikki leið sína, og sum Gud setur fastan og steingir inni? Suff míni eru vorðin dagliga breyð mítt, og neyðarróp míni streyma sum vatn. Tí tað, ið eg ræðist, rámar meg, og tað, ið eg skelvi fyri, kemur yvir meg. Eg havi ikki frið, ikki rógv, ikki hvíld altíð kemur nýggj angist.? KAPITUL Fyrsta røða Elifaz. Elifaz Temanitur tók nú til orða og segði: ?Tekur tú tað illa upp, um talað verður til tín? Men hvør kann vera tigandi her! Tú hevur sjálvur rættleitt mong, og máttleysar hendur styrkti tú; orð tíni hildu hinum snávandi uppi, og svíkjandi knø gjørdi tú sterk. Men nú, nú tað er um teg sjálvan at gera, missir tú mótið; nú tað rámar teg sjálvan, ert tú sligin av ræðslu! Er ikki gudsótti tín álit títt, ólastandi lív títt vón tín? Hugsa teg um! Hvør gekk sakleysur til grundar, og hvar vórðu rættsint týnd! Eftir tí, sum eg havi sæð, hava tey, ið pløgdu órætt og sáaðu neyð, eisini heystað tað sjálv. Fyri anda Guds ganga tey til grundar, fyri vreiðiblástri Hansara hvørva tey. Brøl leyvunnar og øgiliga mál hennara hoyrist ikki longur, og tenn ungleyvunnar verða slignar inn. Leyvan doyr, tí hon fær ongan fong, og leyvuungarnir verða spjaddir. Og til mín kom orð sníkjandi, í oyra mínum ljóðaði sum tesk undir skiftandi hugsanum í náttarsjónum, táið fastasvøvnur fellur á menniskjuni. Angist og skelvan komu á meg, og hvør liður í mær nøtraði. Og andi streyk fram við andliti mínum, hárini reistust á likami mínum; so steðgaði hann, men eg sá ikki rættiliga, hvussu hann sá út; skepna stóð har fyri eygum mínum, og eg hoyrdi rødd, ið teskaði: ?Er menniskja rættvíst fyri Gudi! Er maður reinur fyri skapara sínum! Hann lítur enntá ikki á tænarar Sínar, og hjá einglum Sínum finnur Hann brek hvussu mikið meiri tá ikki hjá teimum, ið búgva í leirhúsum, og sum hava grundvøll sín í dustinum! Tey verða syndrað sundur sum húsvætti! Frá morgni til kvølds so eru tey molað sundur; áðrenn nakar gevur tí gætur, eru tey við alla gingin til grundar. Ja, tjaldtog teirra verður rykt upp tey doyggja, men ikki í vísdómi.?? KAPITUL Framhald. ?Rópa tú bert! Man nakar svara tær! Og hvønn av hinum heiløgu ætlar tú at venda tær til? Tí dárin verður dripin av gremju síni, og vreiði býttlingsins verður deyði hansara. Eg sá dára festa røtur, men alt í einum mátti eg banna bústaði hansara; hjálparleys vóru børn hansara; tey vórðu traðkað niður í portrinum, og eingin frelsti tey; grøði hansara át hvør, sum svangur var; hon varð rænd burtur, um so tornastik var um hana; og snerran lúrdi eftir góðsi hansara. Tí ikki veksur vanlukka upp úr moldini, og møði sprettur ikki upp úr jørðini; nei, menniskjað verður føtt til møði, eins og neistarnir fúka upp í loft. Men var tað eg, so hevði eg leitað til Gud og lagt málevni mítt fram fyri Hann Hann, sum ger tað, ið stórt og órannsakiligt er, óteljandi undur, Hann, sum sendir regn yvir jørðina og letur vatn streyma niður yvir markirnar, táið Hann vil seta tann høgt, sum lítið hevur at týða, og hjálpa hinum syrgjandi fram til frelsu, Hann, sum letur ráð hinna snildu miseydnast, so hendur teirra fáa ikki avrikað nakað, ið verður varandi, Hann, sum letur hinar vísu koma fastar í teirra egna klókskap og letur hinar snildu leypa framav í ráðum teirra; mitt um dagin sløðra teir sum í myrkri, trilva um middagin, sum nátt hevði verið. Og soleiðis frelsir Hann hin fátæka undan svørðinum, undan munni teirra og undan valdi hins sterka; vón verður fyri hann, sum lítið hevur at týða, og óndskapurin noyðist at halda munnin saman. Ja, sælur er tann maður, ið verður revsaður av Gudi! Vanvirð tú ikki tykt hins Alvalda! Tí Hann særir, og Hann bindur um, Hann slær, og hendur Hansara grøða. Seks ferðir bjargar Hann tær úr neyðini, og í teirri sjeyndu skal einki ilt nema teg. Í hungursneyð bjargar Hann tær frá deyða og í orrustu undan valdi svørðsins. Tú verður fjaldur fyri koyrli tungunnar, og tú skalt ikki óttast, táið oyðing kemur. Oyðing og hungri kanst tú læa at, og villdýr jarðarinnar nýtist tær ikki at ræðast; tí tú stendur í sáttmála við steinar markarinnar, og hini villu dýrini á markini binda frið við teg. Og tú fært at síggja tjald títt standa trygt; tú hyggur eftir eigindómum tínum og saknar einki. Tú fært at síggja avkom títt gerast fjølment, eftirkomarar tínir verða sum urtirnar á jørðini. Í fullbúnari elli skalt tú fara í grøvina, eins og bundi verða borin til hús á tíma sínum. Sært tú, hetta hava vit granskað út so er tað! Lurta eftir tí og hugsa væl um tað!? KAPITUL Job svarar Elifaz. Nú tók Job til orða og svaraði: ?Eg vildi, at mótloysi mítt hevði verðið vigað, og vanlukka mín vigað aftur ímóti! Tí tyngri er hon enn sandur havsins tí fái eg ikki stýrt orðum mínum. Tí pílar hins Alvalda sita í mær, andi mín drekkur eitur teirra, ræðslur Guds fylkja seg móti mær. Man villeslið skríggja mitt í grønum grasi! Munnu neyt belja framman fyri fóður sítt! Hvør man eta tað, sum einki salt er í! Smakkar eggjahvíti væl! Mær býður ímóti at nerta tað;* tað er mær sum spiltur matur. Hevði bøn mín verðið hoyrd, hevði Gud uppfylt mær vón mína! Hevði Gud bert viljað sorað meg sundur, rætt út hondina og skorið lívstráð mín av! So átti eg tó eina troyst enn, og eg skuldi lopið av gleði mitt í miskunnarleysari kvøl tí eg havi ikki avnoktað orð hins Heilaga. Hvørja kraft havi eg at eg skuldi hildið út, og hvat verður endi mín at eg skuldi verið tolin! Eri eg tá so sterkur sum grót! Er kroppur mín av kopari! Nei, fyri meg er eingin hjálp, hvør útvegur steingir seg fyri mær! Hin vónleysi átti at møtt kærleika hjá vini sínum, um hann so tíggjusinni er farin burtur frá at óttast hin Alvalda. Brøður mínir hava svikið sum løkur sum streymar, ið torna upp, sum eru gruggutir av ísi, og sum kavi er fjaldur í, men sum svinna burt, táið sólin brennir, torna burt í hitanum og síggjast ikki aftur; ferðamenn halda av leiðini til teirra, teir fara niðan í oyðimørkina og doyggja; keypmenn úr Tema hyggja eftir teimum, ferðamannafylgi úr Sjeba settu vón sína til teirra; men teir vórðu til skammar, tí teir litu á teir, teir komu hagar og vórðu vónbrotnir. Ja, slíkir streymar eru tit mær nú; tit síggja vanlukkuna og ræðast! Havi eg tá biðið tykkum um nakað! Bað eg tykkum loysa meg við góðsi tykkara, bjarga mær av hond fíggindans, keypa meg leysan frá yvirgangskroppum! Lærið meg, so skal eg tiga, vísið mær, hvørjum eg eri farin skeivur í! Rættsint tala ja, hon virkar, men revsing tykkara, hvat er hon verd! Ætla tit tá at revsa orð? Orðini, ið vónleysur maður talar, hoyra jú vindinum til! So kasta tit saktans eisini lut um hin faðirleysa og selja vin tykkara! Men gerið nú so væl at hyggja á meg! Halda tit, at eg lúgvi upp í eygu tykkara? Vendið við, latið ikki slíkan órætt verða gjørdan! Vendið við, tí eg havi enn rætt í hesum! Man órættur vera á tungu míni! Munnu gómar mínir ikki duga á at skyna, hvat ið ónt er!? KAPITUL Framhald. ?Er ikki lív menniskjans á jørðini hertænasta, og dagar hansara sum dagar daglønamansins! Sum trælurin, ið tráar eftir skugga, sum dagløntur maður, ið bíðar eftir lønini, so havi eg fingið í arv mánaðir, fullar av neyð, og møðsamar nætur vórðu lutur mín. Táið eg leggist, sigi eg: ?Nær skal eg fara uppaftur?? Og kvøldið verður so langt, so langt, og eg troyttist av at venda mær, inntil lýsir. Kroppur mín er klæddur við møðkum og skruvum, húð mín skorpnar og rivnar sundur aftur. Skjótari enn skjúttil vevarans flúgva dagar mínir, teir svinna burt vónleysir. Minst til, at lív mítt er andablástur! Aldri aftur skal eyga mítt síggja nakað gott. Tann, ið sær meg nú, skal ikki aftur fáa meg at síggja; táið eygu Tíni leita eftir mær, eri eg horvin. Sum skýggið svinnur og rekur avstað, so er við honum, ið fer niður í deyðaríkið hann kemur ikki upp aftur haðani; hann kemur ikki heimaftur til sín sjálvs, stað hansara fær hann aldri aftur at síggja. So skal eg tá heldur ikki leggja hond á munn, men tala í djúpu kvøl míni, geva meg í beisku sálarneyð míni! Eri eg hav ella ódýr í sjónum síðani Tú setur vakt yvir mær! Táið eg hugsi: ?Song mín skal ugga meg, lega mín skal lætta mær um sorg mína,? tá ræðir Tú meg við dreymum, loypir ótta á meg við sjónum, so at eg fyrr vil køvdna heldur doyggja enn vera ber bein! Nóg mikið! Eg komi aldri aftur til lívs. Lat meg vera! Dagar mínir eru jú andablástur. Hvat er menniskjað, at Tú gert so nógv burtur úr tí og leggur tað til merkis, heimsøkir tað hvønn morgun, rannsakar tað hvørja løtu! Hvussu leingi skal tað verða, inntil Tú hyggur av mær? Vilt Tú ikki sleppa mær, inntil eg havi svølgt rákan? Havi eg nú syndað, hvat havi eg tá sakt Teg, Tú menniskjavaktari! Hví hevur Tú gjørt meg til mál at skjóta eftir, so eg eri mær sjálvum til byrði? Og hví fyrigevur Tú ikki synd mína? Hví letur Tú ikki vera at akta eftir misgerð míni? Skjótt liggi eg jú undir moldum; Tú leitar eftir mær, men eg eri ikki til longur!? KAPITUL Fyrsta røða Bildads. Nú tók Bildad Suhitur til orða og segði: ?Hvussu leingi fert tú at tosa so? Hvussu leingi skulu orðini av munni tínum vera sum harðveður? Man Gud boyggja rættin! Man hin Alvaldi boyggja rættferðina! Hava synir tínir syndað móti Honum, og hevur Hann givið teir misbrotum teirra í vald, so leita tú nú til Gud og bið hin Alvalda um náði! Um tú ert reinur og sannhjartaður, ja, so skal Hann vakja yvir tær og endurreisa rættvísibústað tín, og lukka tín í teirri farnu tíð skal tykjast lítil móti lukku tíni í komandi tíð hon skal vera sára stór. Tí spyr bert hitt farna ættarliðið, legg til merkis tað, ið fedrarnir hava granskað út tí vit eru síðani í gjár og vita einki, skuggi eru dagar okkara á jørðini teir skulu læra teg og siga tær tað og geva tær svar av hjartanum: ?Man sev vaksa, uttan bloti er! Verður størurin síður, har sum einki vatn er! Nei, best sum hann stendur grønur uttan at verða sligin følnar hann, fyrrenn alt annað gras. Soleiðis gongst øllum teimum, ið gloyma Gud, og vón hins gudleysa gleppur; álit hansara verður kvett av; eiturfon er tað, ið hann dúvar uppá; hann styðjar seg á hús sítt, men tað fellur; hann heldur sær við tað, men tað stendur ikki fast. Grønur stendur hann har í sólskininum, og greinar hansara breiða seg út um garð hansara; uttan um grótrúgvur vevjast røtur hansara, millum steinar otar hann seg fram. Men verður hann ryktur burt úr staði sínum, so avnoktar tað hann og sigur: ?Eg havi aldri sæð teg!? Ja, tað er gleðin, ið hann hevur á vegi sínum og úr moldini spretta aðrir upp!? Nei, Gud vrakar ikki ein, ið ólastandi er, og Hann heldur ikki í hond illgerðarmanna! Enn skal Hann fylla munn tín við látri, varrar tínar við gleðirópum; teir, ið hata teg, skulu verða klæddir í skomm, og tjald hinna gudleysu skal ikki vera at finna meir.? KAPITUL Job svarar Bildad. Tá tók Job til orða og segði: ?Ja, vissuliga, eg veit, at so er hvussu skuldi menniskjað kunnað havt rætt móti Gudi! Vildi Gud farið til dóms við honum, kundi hann ikki svarað Honum til eitt av túsund! Vísur í hjarta og veldigur í styrki hvør setti seg ímóti Honum og varð óstraffaður Hann, sum flytur fjøll, áðrenn tey vita av, koyrir tey umkoll í vreiði Síni, sum ristir jørðina, so hon flytist úr stað, og grundstólpar hennara biva, sum býður sólini, og hon kemur ikki undan, og sum setur innsigli fyri stjørnurnar, sum einsamallur spennir út himmalin og gongur eftir aldukambunum, sum skapti Bjørnina, Orion, Sjeystjørnuna og stjørnukømur suðursins, sum ger ófatandi stórverk og óteljandi undur! Gongur Hann fram við mær, síggi eg Hann ikki; fer Hann framvið, verði eg ikki varur við Hann; grípur Hann rán Sítt, hvør man tá kunna forða Honum, hvør kann siga við Hann: ?Hvat gert Tú!? Gud heldur ikki vreiði Síni aftur, fyri Honum máttu hjálparmenn havdrekans lúta. Hvussu skuldi eg tá kunnað svarað Honum, valt orð míni ímóti Honum! Um eg so hevði rætt, kundi eg ikki svarað Honum, men mátti biðið dómara mín um náði. Stevndi eg Honum Hann svaraði mær ikki; eg trúgvi ikki, Hann hoyrdi rødd mína, Hann, sum rívur meg burtur í storminum og uttan grund gevur mær eitt sárið fyri og annað eftir, ikki unnir mær at draga andan, men mettar meg við tí, sum beiskt er. Er tað um styrki at gera, so sigur Hann: ?Hygg her eri Eg!? Er tað um rætt at gera: ?Hvør vil stevna Mær!? Um eg so hevði rætt, skuldi tó mín egni muður felt meg; um eg var sakleysur, hevði Hann kortini sagt, at eg hevði órætt. Sakleysur eri eg! Eg leggi ikki í at liva, eg vanvirði lív mítt! Sama ger! Tí sigi eg: Sakleysur ella sekur Hann ger báðar til einkis! Táið koyrilin snøggliga rámar við deyða, spottar Hann hjartakvøl hinna sakleysu. Jørðina hevur Hann givið gudleysum í hendur; Hann bindur fyri andlitið á dómarum hennara er tað ikki Hann, ið ger tað, hvør er tað tá! Skjótari enn snarboðið flugu dagar mínir; teir svunnu og sóu ikki lukku, fóru avstað sum rørbátar, sum ørn, ið skjýtur seg niður á fong sín. Um eg sigi: ?Eg skal gloyma sorg mína, eg skal lata myrka andlit mítt fara og vera glaður!? so má eg kortini skelva fyri øllum kvølum mínum; eg veit jú, at Tú dømir meg ikki leysan. Eg skal nú vera sekur hví skal eg tá pøsa meg til onga nyttu! Um eg so vaskaði mær í kava og reinsaði hendur mínar í lúti, so hevði Tú kortini dripið meg niður í díkið, so klæðum mínum hevði staðist við meg! Tí Hann er ikki maður, mær líkur, so eg kundi svarað, so vit saman kundu farið fyri rættin; eingin gerðadómari er, sum kann leggja hondina á okkum báðar. Hevði Hann bert tikið koyril Sín burtur frá mær og ikki loypt ótta á meg við ræðslu Síni, so skuldi eg talað uttan at ræðst Hann; tí dómur mín um meg sjálvan er ein annar!? KAPITUL Framhald. ?Sál míni leiðist við lívið; eg skal geva gremju míni leysar teymar, tala í beisku sálarneyð míni. Eg sigi við Gud: Dómfell meg kortini ikki, lat meg vita, hví Tú stríðir ímóti mær! Er tað Tær til gagn at gera yvirgangsverk, at vraka tað, ið hendur Tínar hava virkað, men lata ljós Títt skína yvir ráð hinna gudleysu! Hevur Tú tá eygu holdsins! Sært Tú, sum menniskju síggja! Eru dagar Tínir sum dagar menniskjans! Eru ár Tíni sum tíðir mansins síðani Tú leitar eftir misgerð míni, og roynir at finna synd mína, hóast Tú veitst, at eg eri sakleysur, og at eingin frelsir av hond Tíni! Hendur Tínar hava virkað meg og gjørt meg í einum og øllum og nú forkemur Tú mær! Minst, at Tú myndaði meg sum leirið og nú ætlar Tú at gera meg til mold aftur! Hevur Tú ikki helt meg út sum mjólk og latið meg leypa sum ost! Við húð og holdi klæddi Tú meg og flættaði meg saman við beinum og sinum. Lív og náði veitti Tú mær, og umsorgan Tín varðveitti andadrátt mín. Og so goymdi Tú kortini hetta í hjartanum eg veit, hvat Tú hevði í huga -: Syndaði eg, so heltst Tú vakt yvir mær og fyrigavst ikki misbrot mítt; var eg sekur vei mær tá! Og var eg sakleysur, so skuldi eg tó ikki kunna lyfta høvdinum, men mettast av skomm og skoða vanlukku mína! Lyfti eg tí kortini, skuldi Tú vera eftir mær sum leyva og aftur vísa undurmátt Tín á mær; nýggj vitni skuldi Tú leiða fram móti mær, lata meg enn meir kenna vreiði Tína, senda ein herin fyri og annan eftir móti mær. Hví lætst Tú meg koma út úr móðurlívi! Eg átti at havt givið upp andan, ósæddur av øllum; eg átti at verið, sum eg aldri hevði verið føddur; úr móðurlívi átti eg at verðið borin til gravar! Eru ikki dagar mínir fáir! Hevði Hann latið meg verið, so eg kundi havt eina stutta gleði, áðrenn eg fari avstað og komi ikki aftur, burtur til land myrkursins og deyðaskuggans, til landið, ið er myrkt sum svartasta náttin, har sum deyðaskuggi og óskil ræður, og ljósið sjálvt er sum myrka náttin.? KAPITUL Fyrsta røða Zofars. Nú tók Zofar Na'amatitur til orða og segði: ?Skal orðastreymur ikki fáa aftursvar, og skal stórorðaður maður fáa rætt! Skulu stóru orð tíni noyða menn at tiga, skalt tú spotta og ikki verða gjørdur til skammar! Tú sigur: ?Røtt er læra mín, og reinur eri eg fyri eygum Hansara!? Men hevði Gud bert viljað talað, latið varrarnar upp móti tær, kunngjørt tær loyndardómar vísdómsins, at Hann eigur vit, og tað tvífalt! Tá skuldi tú komið eftir, at Gud hevur gloymt ein part av misgerð tíni! Hevur tú skattað dýpið í Gudi og nátt at ytsta marki hins Alvalda? Hægri enn himmalin er vísdómur Hansara hvat kanst tú! djúpari enn deyðaríkið hvat veitst tú! Hann er størri í longd enn jørðin og víðari enn havið. Fer Hann fram og setur í fangahús og stevnir til dóms, hvør kann tá forða Honum? Tí Hann, Hann kennir tey følsku, og Hann sær órættin, uttan at Honum nýtist at leita eftir honum so at heilatómur maður fær vit, og ungt villesil verður føtt til menniskja. Fært tú hjarta títt í rætt skil og breiðir út hendurnar móti Honum, er órættur langt frá hond tíni, og býr ikki misbrot í tjaldi tínum ja, so skalt tú lýtaleysur kunna lyfta høvdinum og standa fastur og ikki óttast; tú skalt gloyma møði tína, bert minnast hana sum vatn, ið rann framvið; ljósari enn middagurin verður tá lív títt, myrkrið verður tær sum hin ljósi morgun. Tryggur skalt tú vera tí tú eigur vón; tú hyggur rundan um teg og fert tryggur til hvíldar; tú liggur, og eingin ræðir teg, og mong skulu royna at gera seg vælkend við teg. Men eygu hinna gudleysu tærast burtur, tey hava einki skjól meir, og einasta vón teirra er at geva upp andan!? KAPITUL Job svarar Zofar. Tá tók Job til orða og svaraði: ?Jú, sanniliga, tit eru menninir, við tykkum doyr vísdómurin út! Vit havi eg eisini, líka væl sum tit; eg standi ikki aftari enn tit hvør man ikki vita slíkt! Vinum til spott eri eg, eg, sum rópti til Gud og fekk svar; til spott eri eg, hin rættvísi og ólastandi! Vanlukkan eigur bert at verða vanvird halda hini tryggu; vanvirðing bíðar teimum, ið vingla á fótunum. Tjøld yvirgangskroppa standa í friði, og tryggir eru teir, ið eggja Gud til vreiði, teir, ið bera gud sín í hondini. Men spyr tú dýrini tey skulu læra teg og fuglar himmalsins teir skulu siga tær tað ella hygg at jørðini hon skal læra teg lat fiskar havsins siga tær tað! Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað, Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams! Roynir oyrað ikki orð, eins og gómarnir smakka matin! Eru elli og vísdómur eitt og tað sama, ella langt lív og vit! Hjá Honum er vísdómur og veldi, hjá Honum er ráð og vit. Tað, ið Hann rívur niður, verður ikki upp aftur bygt; Hann steingir fyri manni, og upp aftur latið verður ikki. Hann heldur vatninum aftur, og turkur verður; Hann sleppir tí leysum, og tað oyðir landið. Hjá Honum er styrki og vísdómur; í valdi Hansara eru bæði tann, ið villist, og tann, ið villleiðir. Ráðharrar leiðir Hann burtur naknar, og dómarar ger Hann til dárar; Hann loysir tað, ið kongar bundu, og bindur teimum tog um lendarnar; prestar leiðir Hann burtur naknar, og koyrir teir umkoll, sum sita fastir í sessi; Hann ger royndar menn málleysar og tekur vitið frá hinum gomlu; Hann hellir út vanvirðing yvir høvdingar og loysir belti hinna sterku; Hann grevur hitt loynda fram úr myrkrinum og dregur deyðaskugga fram í ljósið; Hann letur tjóðirnar nørast, og Hann letur tær ganga til grundar; Hann rúmkar mark tjóðanna, og Hann leiðir tær burt; Hann tekur vitið frá høvdingum landsins og letur teir sløðra í vegleysari oyðimørk; teir trilva í myrkri við ongum ljósi, Hann letur teir sløðra sum druknar.? KAPITUL Framhald. ?Ja, alt hetta hevur eyga mítt sæð, oyra mítt hevur hoyrt tað og lagt tað til merkis; tað, ið tit vita, veit eg við, eg standi ikki aftari enn tit. Men eg skal tala við hin Alvalda, og eg havi hug at taka upp søksmál móti Gudi. Men tit spinna saman lygn, vánalæknar eru tit allir sum ein. Høvdu tit viljað tagt! Tað skuldi verðið roknað tykkum til vísdóm. Lurtið nú eftir klagu míni, aktið eftir kærumáli varra mína! Verja tit Gud við órætti, verja tit Hann við sviki? Ætla tit at fara í part við Hann, ætla tit at vera málaflutningsmenn Guds? Fer tykkum at gangast væl, táið Hann rannsakar tykkum! Kunnu tit halda Hann fyri gjøldur, sum menniskju verða hildin fyri gjøldur! Hann fer at tykta tykkum, fer Hann, um tit loyniliga gera mismun. Fer ikki hátign Hansara at ræða tykkum, og ræðsla fyri Honum at falla á tykkum? Fyrndarorð tykkara eru øskuorð, skansar tykkara eru leirskansar. Tegið, so eg fái tosað komi so yvir meg, hvat ið vil! Eg skal bera hold mítt millum tenninar og leggja lív mítt í hond mína! Hann drepur meg eg vænti mær einki annað! Tó skal eg leggja vegir mínar fram fyri Hann. Tað er í sær sjálvum mær ein sigur, tí vanheilagur vágar sær ikki fram fyri Hann! Lurtið nú væl eftir orðum mínum, latið meg tala fyri oyrum tykkara! Eg havi málið greitt, eg veit, at rætturin er mín! Hvør er hann, ið vil træta við meg So skuldi eg tagt og givið upp andan! Bert hesi bæði mást Tú ikki gera við meg so skal eg ikki krógva meg fyri ásjón Tíni -: Tak hond Tína av mær, og lat ikki ræðslur Tínar loypa ótta á meg! Stevn mær so, og eg skal svara ella lat meg tala, og svara Tú mær! Hvussu stór er misgerð og synd mín? Lat meg vita brot mítt og synd mína! Hví fjalir Tú ásjón Tína og roknar meg sum fígginda Tín? Ætlar Tú at ræða blað, ið fýkur fyri vindinum, renna eftir følnaðum strái síðani Tú dømir meg í slíka straff og letur meg arva ungdómssyndir mínar, setur føtur mínar í stokkin og hevur eyguni eftir øllum leiðum mínum, gert ring rundan um fótafet míni! Og hetta gert Tú við ein, ið tærist burtur sum ormetin viður, sum møletið plagg!? KAPITUL Framhald. ?Menniskjað, føtt av kvinnu, livir stutta tíð og mettast av ófriði. Tað veksur upp sum blóman og følnar, fer avstað sum skuggin, stendur ikki fast. Og eftir slíkum hevur Tú eyguni, honum vilt Tú stevna til dóms! Ja, hevði reinur kunnað komið av óreinum! Nei, ikki so mikið sum ein! Táið dagatal hansara er ásett, mánaðatal hansara avgjørt hjá Tær, og Tú hevur sett honum mark, sum hann ikki kann fara um, vend tá eyga Tínum av honum, og lat hann fáa so miklan frið, at hann kann gleðast, sum dagløntur maður yvir dag sín! Tí fyri trænum er vón; verður tað høgt um, spírar tað aftur, og tí fattast ikki nýggjar kvistar; um so rótin eldist í jørðini, og stubbin doyr út í moldini luktar tað vatn, so fær tað nýggjar kvistar, og greinar koma á tað sum á nýplantað træ. Men táið maður doyr, so er úti við honum, táið menniskjað gevur upp andan hvar er tað tá! Sum vatnið svinnur burtur í tjørn, og sum á so við og við minkar og tornar upp, so legst menniskjað og reisist ikki aftur; ikki so leingi sum himmalin er til, vakna tey; tey verða ikki vakt úr svøvni. Á, at Tú hevði viljað goymt meg í deyðaríkinum, fjalt meg har, inntil vreiði Tín er yvirstaðin hevði Tú viljað sett mær tíðarmál og so minst meg! Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur! Tá skuldi eg bíðað tolin allar dagar hertænastu mínar, inntil eg varð avloystur; Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað, Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum. Men nú telur Tú stig míni, Tú fyrigevur ikki synd mína; innsiglað í pungi liggur misbrot mítt, og Tú seymar saman um misgerð mína. Nei, sum fjall ekur og fellur, sum klettur vikast úr staði sínum, sum vatnið holar steinar, og sum moldin verður skolað burtur, táið tað rennur, so gert Tú vón menniskjans til einkis; Tú slært hann niður við alla, og hann fer burtur, Tú skammskemmir andlit hansara og letur hann fara. Børn hansara koma til heiður, men hann veit einki um tað; tey søkka niður í vanvirðing, men hann leggur tað ikki til merkis; bert hansara egna hold voldir honum pínu, bert hansara egna sál voldir honum sorg.? KAPITUL Onnur røða Elifaz. Nú tók Elifaz Temanitur til orða og segði: ?Man vísmaður svara við kunnskapi, ið er berur vindur, og man hann fylla bróst sítt við stormi! Man hann verja søk sína við orðum, ið einki bata, við talu, ið hann einki vinnur við! Ja, tú brýtur niður gudsótta og forðar bønarhaldi fyri ásjón Guds! Synd tín leggur tær orðini í munnin, og tú talar, sum falskir menn tala. Tín egni muður dómfellir teg, og ikki eg, varrar tínar vitna móti tær. Vart tú føddur fyrstur av øllum menniskjum! Vart tú borin í heim, áðrenn heyggjarnir vóru til! Hevur tú verið áhoyrari í loyniliga ráði Guds og har rivið tær vísdóm til! Hvat veitst tú, sum vit ikki vita! Hvat skilir tú, sum er okkum ókunnigt! Eisini vit hava gamlan okkara millum, gráhærdan, sum enntá er eldri enn faðir tín! Er troyst Guds tær ov lítið, og orð, sum í spakføri er sagt við teg? Hví letur tú hjarta títt ríva teg avstað við sær, og hví vendast eygu tíni við síðani tú vendir vreiði tíni móti Gudi og letur orð streyma tær av munni? Hvussu kann menniskjað vera reint, tann hava rætt, sum av kvinnu er føddur! Enntá hini heiløgu Síni lítur Hann ikki á, og Himlarnir eru ikki reinir í eygum Hansara hvat tá ein viðurstyggiligur, óndur, maður, ið drekkur órætt sum vatn! Eg skal siga tær eitt, hoyr meg! Tað, ið eg havi sæð, frá tí skal eg siga, tað, ið vísir menn hava kunngjørt og ikki dult, tað, ið teir fingu frá fedrum sínum, teimum, ið eina høvdu fingið landið í ogn eingin fremmandur ferðaðist teirra millum -: Hin gudleysi livir í angist allar dagar sínar, og fá í tali eru árini, ið eru goymd yvirgangskroppinum. Ræðslutónar ljóða fyri oyrum hansara; mitt í friðinum kemur oyðarin á hann. Hann hevur onga vón um at verða bjargaður úr myrkrinum, og hann er ætlaður til at falla fyri svørðinum. Hann reikar um eftir breyði og spyr: ?Hvar er tað at finna?? Hann veit, at dagur myrkursins stendur til reiðar undir lið hansara. Neyð og trongd ræða hann; tær fáa vald á honum sum kongur, búgvin til bardaga. Tí hann rætti út hondina móti Gudi og vágaði sær at halda ímóti hinum Alvalda, rann ímóti Honum við stinnum nakka, undir tætta skjaldataki sínum. Hann takti andlit sítt við fiti og savnaði hold á lendar sínar, búði í oyddum býum, í húsum, sum ikki eigur at verða búð í, sum eru ætlað til at liggja avtoftað. Hann verður ikki ríkur, góðs hansara verður ikki varandi, øks hansara hanga ikki tung móti jørðini. Hann sleppur ikki undan myrkrinum; eldslogi skal turka kvistar hansara, og sjálvur skal hann forganga fyri andanum úr munni Hansara.* Ei líti hann á fáfongd! Tá svíkur hann seg sjálvan; tí fáfongd og einki annað verður løn hansara. Áðrenn dagur hansara kemur, verður tað uppfylt, og grein hansara grønkar ikki; hann verður sum víntræ, ið missir berini, áðrenn tey eru staðin, og sum oljutræ, ið kastar av sær blómurnar. Tí hús hins gudleysa er ófruktbart, og eldur oyðir tjøld teirra, sum taka við mutri; tey eru uppá vegin við vanlukku og føða neyð, móðurlív teirra fostrar svik.? KAPITUL Job svarar Elifaz. Tá tók Job til orða og svaraði: ?Nóg mikið havi eg hoyrt av slíkum, truplir troystarar eru tit allir samlir! Verður aldri endi á møsninum? Hvat eggjaði teg at svara? Eisini eg kundi talað sum tit, um tit bert høvdu verið staddir sum eg pentað saman orð móti tykkum og rist við høvdinum at tykkum, styrkt tykkum við munni mínum, ikki spart eymkandi orð! Um eg tosi, stillast pína mín ikki, og um eg tigi, hvønn lætta fái eg tá! Ja, nú hevur Hann troyttað meg út Tú hevur oytt alt hús mítt! Tú legði hond á meg tað varð vitni móti mær; sjúkdómur mín reisti seg móti mær, beint upp í eyguni vitnaði hann móti mær. Vreiði Hansara skræddi meg sundur og elti meg, Hann gríslaði tenn móti mær, sum mótstøðumaður hvesti Hann eyguni móti mær. Teir gapa móti mær, sláa meg við háði undir vangan og flokkast rundan um meg allir samlir. Gud gav meg upp til órættvísar menn, Hann blakaði meg í hendur gudleysra. Eg livdi í friði tá breyt Hann meg sundur, Hann tók í nakkan á mær og soraði meg sundur, setti meg upp sum mál at skjóta eftir. Pílar Hansara flúgva rundan um meg; náðileyst klývur Hann nýru míni og hellir gall mítt út á jørðina. Hann brýtur meg niður við einum skumpinum fyri og øðrum eftir, loypur á meg sum kappi. Eg havi seymað sekk um húð mína og stungið horn mítt niður í moldina; andlit mítt er reytt av gráti, yvir eygnalokum mínum liggur deyðaskuggi. Og tó er eingin órættur í hondum mínum, og bøn mín er rein! Á jørð, fjal ikki blóð mítt! Einki stað veri, har róp mítt steðgar! Enntá nú havi eg vitni mítt í Himli, og ein á hæddini, sum kann staðfesta orð míni! Vinmenn speireka meg grátandi skoðar eyga mítt til Gud! Ja, hevði Hann latið mannin fingið rætt móti Gudi, og menniskjabarnið rætt móti næsta tess! Tí fá eru árini, ið koma skulu, áðrenn eg fari tann veg, ið eg ikki komi aftur av.? KAPITUL Framhald. ?Andi mín er brotin, dagar mínir eru sløktir, einki uttan gravir bíða mær! Sanniliga, spott er lutur mín, og beiskt er tað, ið eygu míni noyðast at skoða! Set tó pant, gakk í ábyrgd fyri meg hjá Tær sjálvum hvør annar fer at rætta mær hondina! Tú hevur jú stongt hjarta teirra fyri skili, tí fert Tú ikki at lata teir sigra. Tann, ið við svikum selur vinir til rán, eygu barna hansara skulu tærast burtur. Eg eri settur fólki til orðtak, eg eri maður, sum verður spýttur í andlitið. Eyga mítt er dapurt av gremju, og allir limir mínir eru sum skuggi. Rættsint stívna av ræðslu fyri slíkum, og hin sakleysi ilskast um hin vanheilaga; men hin rættvísi heldur fast við leið sína, og tann, ið hevur reinar hendur, fær enn meiri styrki. Men tit komið bert aftur allir samlir! Eg finni so kortini ongan vísmann tykkara millum! Dagar mínir hvurvu burtur, ætlan mín varð sundurskrædd hjartaogn mín! Nátt gera teir til dag; ljósið siga teir er nærri enn myrkrið, ið liggur beint fyri mær! Táið eg vóni at fáa deyðaríkið til bústað, reiði mær legu í myrkrinum, táið eg rópi til grøvina: ?Tú ert faðir mín!? til maðkin: ?Tú ert móðir mín og systir mín!? hvar er tá vón mín! Vón mína hvør eygnir hana! Til portursláir deyðaríkisins fer hon niður, táið eg nú sjálvur fari til hvíldar í moldini!? KAPITUL Onnur røða Bildads. Nú tók Bildad Suhitur til orða og segði: ?So ger nú enda á orðum tínum! Kom til skil, so kunnu vit tosa saman! Hví eru vit roknaðir sum fæ? Hví eru vit óreinir í eygum tínum? Á tú, sum skræðir teg sjálvan sundur í vreiði tíni! Heldur tú, at jørðin skal leggjast í oyði fyri tína skuld, og kletturin vikast úr staði! Nei, ljós hins gudleysa sløknar, og eldslogi hansara gevur ikki ljós; ljósið í tjaldi hansara verður myrkt, og lampa hansara sløknar hjá honum; máttmiklu stig hansara styttast, og hann fellur fyri egnum ráðum; tí hann kemur inn í netið við fótunum, á garni gongur hann; fellan tekur um hæl hansara, garnið heldur honum føstum; snerran liggur fjald fyri honum á jørðini, og saksurin á gøtu hansara; ræðslur loypa ótta á hann allastaðni og jaga hann, hvar hann so setur fót sín; av svongd verður máttur hansara tærdur burt, og vanlukka stendur til reiðar undir lið hansara; húð hansara verður etin upp, eitt stykkið fyri og annað eftir; hin frumborni deyðans etur limir hansara; hann verður rivin burt úr tjaldi sínum, sum hann leit á, og Tú letur hann fara avstað til kong ræðslanna. Í tjaldi hansara hoyrir undirgangur heima, svávul verður stroyddur yvir bústað hansara; niðantil torna røtur hansara burt, og omantil følna greinar hansara. Minnið um hann hvørvur av jørðini, navn hansara verður ikki nevnt á gøtuni; hann verður fírdur úr ljósi út í myrkur, hann verður rikin burtur av jarðarríki. Hann eigur ikki børn og ikki eftirkomarar millum fólk sítt, og eingin undansloppin finst í bústøðum hansara. Tey, sum búgva í vestri, óttast yvir dag hansara, og ræðsla grípur tey, sum búgva í eystri. Ja, so gongst við bústøðum hins lógleysa, við heimi hansara, ið ikki kennir Gud!? KAPITUL Job svarar Bildad. Tá tók Job til orða og segði: ?Hvussu leingi ætla tit at volda sál míni sorg og sora meg sundur við orðum? Hetta er nú tíggjunda ferðin, tit háða meg og skammast ikki at fara illa við mær. Um nú so er, at eg eri vilstur, so verði eg sjálvur um mistak mítt! Ella ætla tit at gera tykkum stórar móti mær og vísa mær, at vanæra mín hevur rámt meg við grund? Tit skulu vita, at Gud hevur boygt meg niður og sett garn Sítt rundan um meg! Eg rópi: ?Yvirgangur!? men fái einki svar; eg rópi um hjálp, men eingin rættur er. Veg mín hevur Hann stongt, so eg komi ikki fram, og yvir gøtur mínar leggur Hann myrkur. Heiður mínum hevur Hann latið meg úr og tikið krúnuna av høvdi mínum. Frá øllum síðum brýtur Hann meg niður, so eg gangi til grundar, og Hann rykkir vón mína upp sum træ. Hann letur vreiði Sína brenna móti mær og roknar meg fyri fígginda Sín. Herflokkar Hansara koma allir samlir og rudda sær veg móti mær, og teir taka støðu rundan um tjald mítt. Brøður mínar hevur Hann rikið langt burtur frá mær, og kunningar mínir eru vorðnir mær heilt fremmandir. Næstingar mínir halda seg burtur, og tey, ið eg kendi væl, hava gloymt meg. Húsfólk mítt og arbeiðskonur mínar rokna meg fyri fremmandan; eg eri ókunnigur í eygum teirra. Rópi eg tænara mín, so svarar hann ikki; við mínum egna munni má eg bøna hann. Konu míni stendst við anda mín, og brøðrum mínum við hin ringa roykin av mær. Um tað so eru børn, vanvirða tey meg; reisist eg, spotta tey meg. Allir næstu vinir mínir skýggja meg, og tey, ið eg elskaði, hava vent sær ímóti mær. Kroppur mín er einki uttan húð og bein; tað er so, at eg havi tannholdið eftir. Náði, vinir mínir, náði! Tí hond Guds hevur nomið meg. Hví søkja tit at mær eins og Gud og mettast ikki av holdi mínum? Á, at orð míni høvdu verðið uppskrivað! Eg vildi, at tey vórðu skrivað í bók, ja, við jarngrifli og blýggi høgd í stein til ævigar tíðir! Men eg veit, at loysnari mín livir, og sum hin síðsti skal Hann stíga fram á dustinum. Og táið henda húð mín er burturtærd, skal eg út úr holdi mínum skoða Gud, Hann, sum eg skal skoða, mær til góða; fyri eygum mínum skal eg síggja Hann, ikki sum fremmandan eftir tí trái eg innast inni! Táið tit siga: ?Sum vit skulu gera okkum inn á hann!? tit hava jú funnið skyldina hjá mær tá óttist fyri svørðinum! Tí vreiði er synd, sum verður straffað við svørði. Hetta sigi eg, fyri at tit skulu hugsa um, at dómur kemur.? KAPITUL Onnur røða Zofars. Nú tók Zofar Na'amatitur til orða og segði: ?Tí leggja hugsanir mínar mær svar í munnin, og tí stormar í mær: Háðandi ábreiðslu noyðist eg at hoyra, og andi mín gevur mær svar av klókskapi mínum. Veitst tú tá ikki, at so hevur verið frá ævigum tíðum, frá teirri tíð menniskjan varð sett á jørðina, at fagnaður hinna gudleysu er stokkutur, og at gleði hinna vanheiløgu varir bert eina løtu? Um so hugmóð hansara stígur upp til himmals, og høvd hansara røkkur líka upp í skýggini, so gongur hann tó eins og skarn hansara til grundar í allar ævir; tey, sum sóu hann, spyrja: ?Hvar er hann?? Sum dreymur flýgur hann burtur, og eingin finnur hann meir; hann verður rikin burt sum náttarsjón. Eygað, ið sá hann, sær hann ikki longur, stað hansara fær hann aldri aftur at síggja. Børn hansara noyðast at gera seg vælkend hjá teimum, ið lítið hava at týða, og hendur hansara noyðast at lata góðs hansara aftur. Bein hansara vóru full av ungdómsmegi; men nú liggur hon við honum í moldini. Tóat hitt illa smakkar søtt í munni hansara, tóat hann goymir tað undir tunguni, sparir tað og sleppir tí ikki, heldur tí aftur í gómum sínum, so verður tó matur hansara umskaptur í innvøli hansara og verður ormaeitur innan í honum. Hann gloypti góðsi, men hann noyðist at spýggja tað upp aftur Gud drívur tað út úr búki hansara. Ormaeitur má hann súgva í seg, tunga høggormsins drepur hann. Ei skoðar hann streymar av olju, løkir av hunangi og róma. Hann má lata aftur tað, ið hann hevur vunnið, og sleppur ikki at njóta tað; nógv góðs hevur hann vunnið, men hann fær lítla gleði av tí. Tí hann soraði tey, sum lítið høvdu at týða, og læt tey liggja; hann rændi hús, ið hann ikki hevði bygt. Hann kendi aldri frið innan í sær hann skal ikki sleppa undan við skattum sínum! Einki slapp undan havilysti hansara; tí er lukka hansara ikki varandi. Mitt í ríkidømi sínum hevur hann tað trongt, alskyns neyð kemur á hann. Til at fylla búk hansara sendir Gud brennandi vreiði Sína móti honum og letur hana sum regn treingja inn í kropp hansara. Flýggjar hann undan vápnum av jarni, so borar koparbogin hann ígjøgnum; táið hann so togar pílin út úr baki sínum, og hin skyggjandi oddurin kemur út úr galli hansara, falla deyðaræðslur á hann. Alt myrkur er spart saman vælgoymdu skattum hansara; eldur, sum einki menniskja blæsur á, oyðir hann; hann etur tað, sum eftir er í tjaldi hansara. Himmalin opinberar misgerð hansara, og jørðin reisir seg móti honum. Tað, sum hann hevur savnað í húsi sínum, fer burtur; tað verður skolað burt á vreiðidegi Guds. Hetta er luturin, ið gudleyst menniskja fær frá Gudi, arvurin, ið honum er ætlaður av hinum Alvalda.? KAPITUL Job svarar Zofar. Tá tók Job til orða og svaraði: ?Lurtið, ið hvussu er, eftir orðum mínum, og latið tað vera troystina, tit veita mær! Latið meg sleppa at tosa meg lidnan, og síðani kunnu tit jú háða! Eru tað menniskju, ið eg klagi! Hví skal eg ikki vera ótolin? Vendið tykkum til mín og øtist, leggið hond á munn! Eg óttist, táið eg hugsi um tað, og likam mítt verður gripið av skjálvta. Hini gudleysu, hví liva tey, verða gomul, ja, mennast? Tey síggja børn síni trívast rundan um seg, og eftirkomarar sínar hava tey fyri eygunum. Hús teirra eru trygg móti ræðslum, koyril Guds rámar tey ikki. Ei springur tarvur teirra til einkis; kúgvin kálvar, verður ikki kálvskotin. Tey sleppa børnum sínum út sum seyði; barnaflokkur teirra spælir sær. Tey syngja, meðan trumma og sitari ljóða, og tey gleðast, meðan floytan verður spæld. Tey liva dagar sínar í lukku og fara so brádliga niður í deyðaríkið. Og tó søgdu tey við Gud: ?Vík frá okkum! Vit hava ikki hug at kenna vegir Tínar! Hvat er hin Alvaldi, at vit skuldu tænt Honum, og hvønn bata skuldu vit havt av at vent okkum til Hansara við bøn!? Tað er satt, lukka teirra stendur ikki í teirra egnu hond, og langt veri ráð hinna gudleysu frá mær! Men hvussu ofta man lampa hinna gudleysu sløkna, og hvussu ofta hendir tað, at vanlukka kemur á tey! Hvussu ofta skiftir Hann teimum lutin í vreiði, so tey verða sum strá fyri vindinum, sum dumba, ið fýkur fyri storminum! ?Gud* goymir børnum hansara straffina fyri óndskap hansara? -? Ja**, men Hann átti at lønt honum sjálvum, so hann fekk tað at kenna! Við egnum eygum átti hann at sæð undirgang sín, og av vreiði hins Alvalda átti hann at drukkið sjálvur! Tí hvat spyr hann um hús sítt, táið hann sjálvur er burtur, táið mánaðatal hansara er úti! ?Skal tá nakar læra Gud vísdóm, Hann, sum dømir hinar hægstu?? Ja, ein doyr á eydnutindi, har hann situr heilt tryggur og í friði; biði hansara eru full av mjólk, og mergurin í beinum hansara er sevjumikil. Ein annar doyr við sorg í hjartanum og hevur aldri notið lukku. Báðir liggja teir í moldini, og maðkar fjala teir! Eg veit væl, hvat tit hugsa, og tey óndu ráð, ið tit leggja móti mær. Tit siga jú: ?Hvar er hús yvirgangskropsins, og hvar er tjaldið, sum hini gudleysu búðu í!? Hava tit tá aldri spurt teir, ið víða hava ferðast? Og vitnisburði teirra munnu tit tó trúgva -: At hin óndi verður spardur vanlukkudagin og sleppur undan vreiðidagin! Hvør lastar hann fyri atburð hansara! Hvør lønir honum tað, ið hann ger! Til gravar verður hann borin við heiður, og vakt verður hildin yvir gravheygnum. Søt er hvíla hansara í dalsmoldini, og allur heimurin fylgir so eftir, eins og óteljandi flokkur gekk undan honum. Hvussu fáa tit tá boðið mær so tóma troyst? Av svari tykkara er einki uttan trúloysi eftir!? KAPITUL Triðja røða Elifaz. Nú tók Elifaz Temanitur til orða og segði: ?Man menniskjað kunna gagna Gudi! Nei, sær sjálvum gagnar hin vitigi! Er tað hinum Alvalda til nakran bata, at tú ert rættvísur! Hevur Hann nakran vinning av, at tú livir ólastandi! Er tað fyri gudsótta tín, Hann revsar teg! Er tað tí, Hann fer til dóms við tær! Er ikki óndskapur tín stórur, og eru ikki misgerðir tínar endaleysar! Tú pantaði jú brøður tínar uttan grund og skræddi klæðini av naknum. Hinum troytta gavst tú ikki vatn at drekka, og hinum svanga sýtti tú breyð. Hin mæti hansara var landið, og hin heiðraði búði í tí! Einkjur lætst tú fara tómhentar avstað, og armarnar á faðirleysum breytst tú. Tí eru snerrur rundan um teg, og tí loypir brádlig ræðsla ótta á teg. Ella sært tú ikki myrkrið, og vatnsflóðina, ið leggur yvir teg? Er Gud ikki høgur sum himmalin! Og hygg hinar hægstu stjørnur, hvussu høgt tær standa! Tó sigur tú: ?Hvat veit Gud! Man Hann kunna døma gjøgnum myrkrið! Skýggini dimma jú eygu Hansara, so Hann sær ikki, og á himmalhvølvinum gongur Hann!? Vilt tú tá fylgja leiðini, ið syndamenninir gingu í gomlum døgum, teir, sum vórðu ryktir burt fyri tíðina, og hvørja grundvøllur rann burt sum streymur, teir, ið søgdu við Gud: ?Vík frá okkum!? og sum spurdu, hvat hin Alvaldi skuldi kunna gera fyri teir. Og Hann hevði tó fylt hús teirra við góðum! Men langt veri ráð hinna gudleysu frá mær! Hini rættvísu sóu tað og gleddust, hini sakleysu speiróku teir: ?So sanniliga gingu fíggindar okkara til grundar, og eldurin oyddi yvirflóð teirra!? Verð vinur við Hann og bind frið! So skal lukka falla tær í lut. Tak við lærdómi av munni Hansara og legg tær orð Hansara á hjarta! Vendir tú eyðmjúkt um til hin Alvalda, so skal lukka tín verða upp aftur bygd men tú mást fáa burt órætt úr tjøldum tínum! Kasta gull títt í dustið, ofirgull títt millum lakjarsteinarnar! Tá skal hin Alvaldi vera gull títt, vera tær silvurdungar! Ja, tá skalt tú hava gleði tína í hinum Alvalda og kunna lyfta andliti tínum til Gud. Tú skalt biðja til Hansara, og Hann skal hoyra teg; tú skalt fáa hildið tað, ið tú lovar. Setur tú tær nakað fyri, skal tað eydnast tær, og yvir leiðir tínar skal skína ljós; liggja tær omaneftir, skalt tú siga: ?Niðaneftir!? Hann skal frelsa tann, ið slær eygað niður, ja, enntá tann, ið ikki er sakleysur, skal Hann frelsa; bjargaður skal hann verða við tí, at hendur tínar eru reinar.? KAPITUL Job svarar Elifaz. Tá tók Job til orða og svaraði: ?Enn í dag verður gremja mín roknað fyri uppreistur, og tó hvílir hond mín tung á suffi mínum! Hevði eg bert kunnað funnið Hann og komið fram fyri hásæti Hansara! Eg skuldi lagt mál mítt fram fyri ásjón Hansara og fylt munn mín við prógvum! Tá skuldi eg fingið at vitað orðini, ið Hann hevði svarað mær, og hoyrt, hvat Hann hevði sagt við meg! Mundi Hann tá av øllum mátti barst við meg? Mundi ikki júst Hann lurtað eftir orðum mínum? Tá skuldi mótpartur Hansara staðið her sum sannhjartaður maður, ja, tá skuldi eg við alla sloppið undan dómara mínum! Men fari eg eystureftir, so er Hann ikki har, og fari eg vestureftir, so verði eg ikki varur við Hann; eg leiti í norðri og síggi Hann ikki, haldi suðureftir og tekki Hann ikki. Tí Hann kennir leið mína og atburð mín; roynir Hann meg, skal eg ganga út sum gull úr royndini. Fótur mín helt sær í sporum Hansara; vegi Hansara havi eg fylgt og ikki vikið av honum. Frá boðum varra Hansara eri eg ikki vikin; fram um mína egnu lóg aktaði eg eftir orðum muns Hansara. Men Hann er hin einasti og hvør forðar Honum! Tað, ið Hann hevur hug til, ger Hann. Hann fullførir tað, ið Hann hevur gjørt av, og mangt av sama slagi hevur Hann eftir enn. Tí ræðist eg Hann og óttist við at hugsa um Hann. Ja, Gud hevur gjørt meg mótleysan, hin Alvaldi hevur loypt ræðslu á meg av tí at eg varð ikki ryktur burt, áðrenn myrkrið kom, og Hann spardi meg ikki fyri at síggja vanlukkunáttina.? KAPITUL Framhald. ?Hví letur hin Alvaldi aldri revsingartíðir Sínar koma? Og hví fáa tey, sum kenna Hann, ikki dagar Hansara at síggja? Hinir óndu flyta markaskjal; teir ræna fæ og seta tað á beiti. Eslinum hjá faðirleysum fara teir avstað við, og kúgv einkjunnar taka teir í pant. Hini fátæku troðka teir út av vegnum; øll ørm í landinum noyðast at krógva seg. Ja, sum villesil í oyðimørkini fara tey út til arbeiði sítt og leita eftir føði; oyðimørkin gevur teimum breyð til børnini. Tey heysta á markini tað, ið kríatúrini eru von at eta, og henta upp tað seinasta í víngarði hins gudleysa. Nakin liggja tey um náttina uttan klæði, uttan teppi í kuldanum. Skúrirnir av fjøllunum gera tey vát, og av tí at tey einki annað skjól hava, halla tey sær inn at klettinum. Faðirleys verða rivin frá móðurbrósti, og klæði armingans verða tikin í pant. Nakin ganga tey uttan klæði; svong bera tey bundi. Millum múrar hinna gudleysu persa tey olju; tey traðka vínpersuna og tysta. Úr býnum hoyrist, hvussu doyggjandi geva seg, og illa særd rópa um hjálp men Gud gevur ikki slíkum órætti gætur. Aðrir eru fíggindar ljóssins; teir kenna ikki vegir ljóssins og halda seg ikki á leiðum tess. Fyri lýsing fer manndráparin upp, drepur hin arma og fátæka, og um náttina sníkir tjóvurin seg um. Horkallurin hyggur eftir skýmingini; hann hugsar: ?Einki eyga sær meg!? og hevur fyri andlitinum til at fjala tað. Í myrkrinum bróta teir inn í húsini; men um dagin steingja teir seg inni, ljósinum vilja teir ikki vita av. Tí náttarmyrkrið er teimum øllum morgun; teir eru kunnigir við ræðslur myrkursins, ?Brádliga* tekur streymurin hann við sær; bannlýstur verður arvalutur hansara í landinum; hann sæst ikki longur á vegnum til víngarðarnar. Sum krapi hvørvur í turki og hita, so gloypir deyðaríkið teimum, ið synda. Móðurlívið gloymir hann, og maðkar metta seg av honum; eingin er, sum minnist hann, og órætturin støkkist av sum træið. Soleiðis gongst honum, ið rændi frá hini ófruktbøru, ið ikki føddi, og sum aldri gjørdi einkjuni gott.? Ja*, men leingi heldur Gud yvirgangskroppunum uppi við mátti Sínum; teir reisast aftur, tóat teir høvdu mist mót um lív. Hann letur teir liva tryggar og styðjar teir; eygu Hansara vakja yvir leiðum teirra. Høgt stíga teir upp, og so verður teimum givin bráð burturferð; teir boygna og doyggja sum øll onnur, verða skornir av sum aks av strái. Er tað ikki so hvør vil gera meg til lygnara, hvør ger orð míni til einkis!? KAPITUL Triðja røða Bildads. Nú tók Bildad Suhitur til orða og segði: ?Hjá Honum er veldi og ræðsla, Hann skapir frið í høgu Himlum Sínum. Man tal vera á skarum Hansara! Og hvønn skyggir ljós Hansara ikki á! Hvussu kann menniskjað tá hava rætt móti Gudi! Hvussu kann tann vera reinur, sum av kvinnu er føddur! Sjálvur mánin er ikki bjartur í eygum Hansara, og stjørnurnar eru ikki reinar hvussu mikið minni tá ikki menniskjað, tann maðkurin, menniskjabarnið, tann ormurin!? KAPITUL Síðsta røða Jobs. Tá tók Job til orða og svaraði: ?Tað er tann hjálpin, ið er, ið tú hevur veitt hinum máttleysa! Sum tú hevur styðjað hin avmaktaða armin! Tað er ikki eiti av ráðum, ið tú hevur lagt honum, sum fattast vísdóm! Og tann yvirflóð av klókskapi, ið tú hevur víst! Hvør gav tær kraft at tala slík orð? Hvørs andi var tað, ið talaði úr tær? Skuggarnir skelva í angist, vatnsdjúpini og tey, sum í teimum búgva. Deyðaríkið liggur Honum opið, og avgrundin ber. Hann breiðir norðrið út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki. Vatnið bindur Hann í skýggj Síni, og skýggini bresta ikki undir tí. Hásæti Sítt fjalir Hann burtur, breiðir skýggj Síni yvir tað. Rundan um vøtnini hevur Hann sett mark, har sum ljós og myrkur skiljast. Stólpar himmalsins riða, teir ræðast hóttan Hansara. Við veldi øsir Hann upp havið, og við viti Sínum sorar Hann sundur havdrekan. Av anda Hansara verður himmalin klárur; hond Hansara gjøgnumboraði hin kvika ormin. Sært tú, hetta eru bert útjaðrar verks Hansara hvat hoyra vit annað enn tesk! Men toru veldis Hansara hvør skilir hana!? KAPITUL Framhald. Job helt áfram at flyta røðu sína og segði: ?So satt sum Gud livir Hann, sum hevur tikið rætt mín frá mær hin Alvaldi, sum hevur volt mær beiska sorg: So leingi sum eg dragi ondina og havi anda Guds í nøsini, skulu varrar mínar ikki tala órætt, og tunga mín ikki bera fram svik! Langt veri tað frá mær at geva tykkum rætt! Inntil eg doyggi, lati eg ikki tað taka frá mær, at eg eri sakleysur. Eg haldi fast við rætt mín, eg sleppi honum ikki ikki ein av døgum mínum pínir hjarta mítt! Fíggindi mín standi har sum gudleysur, og mótstøðumaður mín sum órættvísur! Tí hvørja vón hevur hin vanheilagi, táið Gud sker lív hansara av, táið hann verður kravdur eftir sál síni! Man Gud hoyra róp hansara, táið trongd kemur á hann! Man hann kunna gleðast í hinum Alvalda! Kann hann kalla á Gud, táið hann vil! Eg skal læra tykkum um hond Guds, eg skal ikki dylja, hvat hin Alvaldi hevur í huga tit hava jú allir sæð tað sjálvir hví er tala tykkara tá so fáfongd? Hetta er luturin, ið gudleyst menniskja eigur hjá Gudi, og arvurin, ið yvirgangskroppar fáa frá hinum Alvalda: Fær hann nógvar synir, so er tað til svørðið; avkom hansara verður ikki mettað av breyði. Teir, ið undan komast av teimum, verða lagdir í grøvina av pesti, og einkjurnar halda ikki syrgihøgtíð yvir teir. Táið hann dungar saman silvur sum sand og savnar sær klæði sum leir, so verða tað hini rættvísu, ið klæða seg við tí, sum hann hevur savnað, og silvurið skulu sakleysir býta. Sum eiturkoppurin hevur hann bygt hús sítt sum húsið, ið vaktarmaður ger sær. Ríkur legst hann men seinastu ferð! Hann letur upp eyguni, og einki er eftir! Sum vatnsflóðir fáa ræðslurnar hann aftur; um náttina fer stormurin avstað við honum. Eystanstormurin hevur hann á loft, so hann fýkur avstað, hann sópar hann burt av staði hansara. Gud skjýtur pílar Sínar móti honum og eirir honum ikki; fyri hond Hansara noyðist hann skundisliga at flýggja. Fólk klappar saman hendur og háðar hann og pípar hann burt av staði hansara.? KAPITUL Framhald. ?Silvurið hevur jú stað sítt, og gullið, ið reinsað verður, stað, har teir finna tað; jarn verður tikið úr jørðini, og steinur verður bræddur til kopar. Teir gera enda á myrkrinum, og inn í hinar innastu krókar granska teir steinarnar, sum liggja í svarta myrkrinum. Teir spreingja gong langt burtur frá bústaði manna; har eru teir, gloymdir, djúpt undir fótum menniskjanna; har hanga teir í lofti, langt burtur frá menniskjum. Upp av jørðini veksur breyð, men innan í henni verður alt bóltað um sum av eldi. Safirurin hevur bústað sín í steinum hennara, og gullkorn eru at finna har. Eingin rovfuglur kennir leiðina hagar, einki falkaeyga hevur sæð hana; stolt villdýr hava ikki stigið hana, eingin leyva hevur gingið hana. Á harða steinin leggja teir hond, heil fjøll koyra teir av grund. Inn í fjøllini spreingja teir sær gongir, og alt dýrabart fáa teir at síggja. Teir byrgja fyri vatnsræsunum, ið dryppa, og duldar skattir fáa teir fram í ljósið. Men vísdómurin hvar er hann at finna? Og hvar hevur vitið bústað sín? Menniskjað kennir ikki virði hansara, og hann finst ikki í landi teirra, sum liva. Djúpið sigur: ?Í mær er hann ikki!? Og havið sigur: ?Hann er ikki hjá mær!? Hann fæst ikki fyri fínasta gull, fyri silvur kann hann ikki keypast; ei verður hann goldin við ofirgulli, ikki við dýrum sjóamsteini og safiri; gull og glas koma ikki upp ímóti honum, hann fæst ikki í býti fyri íløt av fínum gulli; krystal og koralir ikki at tala um, og at eiga vísdóm er meiri enn perlur; topasurin úr Etiopia kemur ikki upp ímóti honum, og hann verður ikki goldin við reinasta gulli. Ja, vísdómurin hvaðani kemur hann? Og hvar hevur vitið bústað sín? Hann er duldur fyri eygum alra teirra, ið liva, og fjaldur fyri fuglum himmalsins. Avgrundin og deyðin siga: ?Bert tíðindi um hann eru komin okkum fyri oyru!? Gud, Hann veit vegin til hansara, og Hann veit, hvar hann hevur bústað sín; tí Hann skoðar heilt til endar jarðarinnar, alt undir himli sær Hann. Táið Hann vigaði vindin á vekt og máldi vatnið í máli, táið Hann setti regninum lóg og snarljósinum veg, tá sá Hann vísdómin og opinberaði hann, tá læt Hann hann stíga fram og granskaði hann út. Og Hann segði við menniskjað: ?At óttast Harran tað er vísdómur, og at skýggja hitt illa tað er vit!?? KAPITUL Framhald. Job helt áfram at flyta røðu sína og segði: ?Á, at eg hevði tað sum í fornum tíðum, sum á teimum døgum táið Gud var vernd mín, táið lampa Hansara lýsti yvir høvdi mínum, og eg við ljósi Hansara gekk gjøgnum myrkrið, sum á framkomnu manndómsdøgum mínum, táið vinskapur Guds hvíldi yvir tjaldi mínum, táið hin Alvaldi enn var við mær, og eg hevði børn míni rundan um meg, táið føtur mínir vóðu í róma, og fjallið við hús mítt læt streyma út oljuløkir! Táið eg fór niðan í býportrið og settist í sess mín á torginum, krógvaðu teir ungu seg, táið teir sóu meg, og gráhærdir reistust og vórðu standandi; høvdingar steðgaðu mitt í taluni og løgdu hond á munn; rødd tignarmanna doyði burtur, og tunga teirra varð hangandi føst í gómunum. Ein og hvør, ið hoyrdi um meg, prísaði meg lukkuligan, og hvør tann, ið sá meg, gav mær lovorð. Tí eg bjargaði hinum arma, ið rópti um hjálp, hinum faðirleysa, ið ongan hjálparmann hevði. Tann, ið var undirgangi nær, signaði meg, og hjarta einkjunnar fekk eg at rópa av gleði. Eg klæddi meg í rættferð, og hon klæddi seg í meg; rættur var kappi og krúna mín. Eyga var eg hinum blinda, og fótur var eg hinum lamna. Faðir var eg hinum fátæka, og málevni ókunnumansins granskaði eg. Jakslir hins lógleysa breyt eg og skræddi fongin úr tonnum hansara. og so hugsaði eg tá: ?Í reiðri mínum skal eg sleppa at doyggja, og mangir í tali sum sandur skulu dagar mínir verða; rót mín skal liggja opin fyri vatni, og náttardøggin skal falla á greinar mínar; heiður mín verður altíð nýggjur, og bogi mín skal yngjast upp aftur í hond míni!? Mær lurtaðu teir eftir og bíðaðu, vóru tigandi, meðan eg legði ráð. Eingin tók orðið aftur, táið eg hevði talað, og orð míni fullu lívgandi á teir. Eftir mær bíðaðu teir sum eftir regni, ja, opnaðu munnin sum eftir várregni. Táið teir vóru mótfalnir, smíltist eg til teirra, og ljós andlits míns fingu teir ei at svinna. Legði eg lag í at vitja teir, sat eg har sum høvdingi, sat har sum kongur millum hermenn sínar, sum ein, ið uggar tey, ið syrgja.? KAPITUL Framhald. ?Men nú læa teir at mær, teir, ið eru yngri enn eg og fedrar teirra hevði eg ikki hirt at sett millum seyðahundar mínar! Og hvørja hjálp skuldi eg havt av teimum, teir, ið hava mist alla manndómsmegi! Teir eru tærdir burtur av neyð og svongd, teir gnaga hitt turra land, sum longu í gjár var oyðið og oyðimørk! Teir royta sær salturtir millum runnarnar, og gývilrøtur eru føði teirra! Teir verða riknir burtur frá fólki fólk rópar eftir teimum sum eftir tjóvum! Í øgiligum gjáum noyðast teir at búgva, í jarðholum og hellum í fjøllunum! Millum runnarnar ýla teir, og undir notunum savnast teir saman børn av dárum og æruleysum, riknir av landinum við høggi og slagi! Og nú eri eg vorðin teimum háðkvæði og orðtak! Teir skýggja meg, halda seg langt frá mær, nokta sær ikki at spýta á meg! Teir hava loyst hvørt band av sær og eyðmýkt meg; bokslið hava teir kastað av sær fyri eygum mínum! Høgrumegin meg reisist sáð teirra; teir leggja meg fyri fót og leggja vanlukkuvegir sínar móti mær! Gøtu mína ríva teir upp; teir gera alt, ið teir eru mentir, at forkoma mær teir, sum sjálvir ongan hjálparmann hava! Teir koma sum inn um stórt lið á múrinum; inn um múrar, ið rapla, koma teir bóltandi. Ræðslur hava vent sær móti mær; sum stormurin jagstra teir tign mína, og lukka mín svann sum skýggj. Sál mín loysist upp í mær; trongdardagar halda mær føstum. Náttin tærir bein míni burtur; aldri blunda gnagandi pínur mínar. Fyri veldigari megi vanskapist hold mítt; tað hongur uttan á mær, sum tað hevði verið kyrtil mín. Hann hevur blakað meg út í skarnið; eg eri vorðin sum mold og øska. Eg rópi til Tín, men Tú svarar mær ikki; eg standi har, og Tú hyggur bert at mær. Grummur ert Tú vorðin við meg; við veldigu hond Tíni søkir Tú at mær. Tú lyftir mær og letur meg fúka avstað í storminum, og Tú letur meg farast í ýli hansara. Tí eg veit, at Tú leiðir meg til deyðan, til bústaðin, har alt livandi savnast. Tó man ikki hann, ið druknar, rætta út hondina og rópa um hjálp, hann, ið gongur undir! Havi eg ikki sjálvur grátið um tann, ið hevði harðar dagar! Syrgdi sál mín ikki um hin fátæka! Eg væntaði mær gott, men ilt kom; eg vónaði ljós, men myrkur kom. Tí kókar innan í mær uttan íhald; trongdardagar eru komnir á meg. Svartur gangi eg um men ikki brendur av sólini; mitt í samkomuni reisist eg og rópi um hjálp. Eg eri vorðin bróðir sjakalanna og felagi strutsanna. Húð mín er svørt og fellur av; bein míni eru brend av hita. Sitari mín er vorðin til sorg, floyta mín til grát og venan.? KAPITUL Framhald. ?Sáttmála hevði eg gjørt við eygu míni, at eg skuldi onga moyggj hyggja á. Hvat hevði annars lutur mín verðið frá Gudi haruppi, arvurin, ið hin Alvaldi hevði givið mær av hæddini! Rámar ikki vanlukka hin órættvísa, mótgangur tey, sum gera tað, ið ilt er! Sær Hann ikki vegir mínar, og telur Hann ikki hvørt spor, ið eg gangi! Havi eg gingið við lygn, og hevur fótur mín verið snarur til svik Gud vigi meg á rættvísivekt, og Hann skal síggja, at eg eri sakleysur! hava spor míni vikið av leið, og hevur hjarta mítt gingið eftir eygum mínum, ja, er plettur á hondum mínum, so vildi eg, at annar skuldi etið tað, ið eg havi sáað, og at tað, ið eg havi plantað, skuldi verðið rykt upp við rót! Havi eg latið kvinnu dára hjarta mítt, so at eg havi lúrt við dyr næsta míns, so mali kona mín fyri annan, og aðrir fevni henni! Tí slíkt er skemdarverk, tað er misgerð, ið kemur undir dóm; tað er eldur, ið oyðir líka niður í avgrundina; hann hevði gjørt enda á øllum góðsi mínum. Havi eg vanvirt rætt træls míns og trælkvinnu mínar, táið tey høvdu trætu við meg! Hvat skuldi eg tá gjørt, táið Gud reistist, og hvat skuldi eg svarað Honum, táið Hann rannsakaði! Hevur ikki Hann, sum skapti meg í móðurlívi, skapt tey við, og hevur ikki ein og hin sami virkað okkum í móðurfangi! Havi eg sýtt ørmum tað, ið tey bóðu, og latið eygu einkjunnar tærast burt! Havi eg etið breyð mítt einsamallur, so hin faðirleysi fekk ikki burturav! Nei, frá tí eg var ungur, vaks hann upp hjá mær sum hjá faðir, og frá móðurlívi havi eg leitt einkjur! Havi eg orkað at sæð neyðardýr ganga nakið, fátækan, sum ikki átti plagg at fara í! Á nei, lendar hansara signaðu meg, aftur fyri at hann vermdist í ullini av seyði mínum! Havi eg lyft hondini móti hinum faðirleysa, fyri tað at eg vitsti, at eg fekk viðhald í rættinum! So detti øksl mín frá herðunum, og armur mín brotni úr akslarliðinum! Nei, straff Guds fylti meg við ræðslu, móti veldi Hansara hevði eg einki verið mentur! Havi eg sett lít mína til gullið og sagt við hitt reina gull: ?Tú ert álit mítt?! Var tað gleði mín, at ríkidømi mítt øktist, og at hond mín fekk sankað so nógv! Táið eg sá sólljósið, hvussu tað lýsti, og mánan, hvussu skínandi hann gleið avstað, varð tá hjarta mítt dárað í loyndum, so eg sendi teimum hondkoss! Nei, eisini tað hevði verið misgerð, ið kom undir dóm; tí tá hevði eg avnoktað Gud á hæddini! Havi eg glett meg, táið óvinur mín fall! Rópti eg av gleði, táið vanlukkan rámti hann! Nei, eg gav ikki munni mínum loyvi at synda, so eg bannaði honum og ynskti honum deyðan! Hava ikki húsfólk míni sagt: ?Hvør fór svangur frá borði hansara!? Aldri mátti fremmandur liggja úti um náttina; eg læt dyr mínar upp fyri ferðamanninum. Havi eg dult syndir mínar sum fólk eru von og loynt misgerð mína í barminum, av tí at eg var ræddur fyri hinum stóra hópi og óttaðist fyri at verða vanvirdur av ættarfrændum, og tagdi tí og fór ikki út um dyrnar! Á, hevði eg havt onkun, sum vildi lurtað eftir mær! Hygg, her er undirskrift mín hin Alvaldi svari mær! Hevði eg bert havt tað, ið mótpartur mín hevur skrivað! Sanniliga, eg skuldi tikið tað á økslina, eg skuldi fest tað á høvd mítt sum krúnu! Eg skuldi svarað Honum fyri hvørt spor, eg havi stigið, og møtt Honum sum høvdingi! Hevur akurland mítt verið noytt at rópa undan mær, og hava allar foyrur tess grátið havi eg etið grøði tess uttan viðurlag og pínt lívið úr eigarum tess, so grógvi tornir í staðin fyri hveiti, og illgras í staðin fyri bygg!? Her enda røður Jobs. KAPITUL Røða Elihu. Hesir tríggir menn góvust nú at svara Job, av tí at hann var rættvísur í egnum eygum. Tá tendraðist vreiði Elihu Buzits, sonar Barak'els, av ætt Rams. Hann varð illur við Job, tí hann gjørdi seg sjálvan rættvísari enn Gud, og við hinar tríggjar vinir hansara, tí teir vitstu einki at svara og dømdu tó Job sekan. Elihu hevði steðgað, so leingi sum teir tosaðu við Job, av tí at teir vóru eldri enn hann; men táið hann sá, at hesir tríggir menn vitstu einki at svara meir, tendraðist vreiði hansara. So tók tá Elihu Buzitur, sonur Barak'el, til orða og segði: ?Eg eri ungur av aldri, og tit eru gamlir menn; tí firnaðist eg og kom mær ikki at siga tykkum tað, ið eg veit. Eg hugsaði: ?Lat aldurin tala, og hini mongu ár kunngera vísdóm!? Men nei tað er andin í menniskjanum, og andablástur hins Alvalda, sum gevur teimum vit! Hinir gomlu eru ikki altíð vísir, og oldingar vita ikki altíð, hvat rætt er! Tí sigi eg: Lurtið nú eftir mær! Eisini eg skal koma fram við tí, sum eg veit. Eg bíðaði eftir, at tit skuldu tala, slotaði eftir vitigum orðum, meðan tit grundaðu á, hvat tit skuldu siga. Eg aktaði gjølla eftir tykkum; men eingin tykkara vendi Job aftur, eingin tykkara gav honum svar. Sigið nú ikki: ?Vit komu fram á vísdóm?! Gud má fella hann, menniskja kann tað ikki! Hann hevur jú ikki vent talu síni móti mær, og við orðum tykkara skal eg ikki svara honum. Teir ræddust, svara ikki meir, orðini vórðu uppi hjá teimum! Skal eg steðga, táið teir tiga og standa har og vita einki at svara meir! Nei, nú skal eg svara fyri mín part; eisini eg vil fram við tí, sum eg veit. Tí eg eri fullur av orðum, andin innan í mær er um at spreingja meg sundur. Sum fyribundið vín er bróst mítt, sum nýfyltir skinnsekkir er tað um at rivna. Tala skal eg, fyri at fáa lætta, eg skal opna varrarnar og svara. Eg skal ongan mannamun gera og ongum sleiska fyri; tí at sleiska, tað fáist eg ikki við skjótt hevði tá skapari mín rykt meg burtur!? KAPITUL Framhald ?Men hoyr nú, Job, orð míni, og lurta eftir øllum, ið eg fari at siga! Tú sært, eg havi opnað varrar mínar; longu talar tunga mín í munninum. Ærlig og sannhjartað eru orð míni, og tað, ið eg veit, skulu varrar mínar siga beint fram. Andi Guds hevur skapt meg; andablástur hins Alvalda heldur mær á lívi. Svara mær, um tú kanst! Vápna teg móti mær og stíg fram. Eg eri líki tín fyri Gudi; eisini eg eri virkaður úr leiri. Tær nýtist ikki at ræðast meg, og myndugleiki mín kann ikki níva teg niður. Men nú segði tú, meðan eg var hjástaddur so ljóðaðu orð tíni, ið eg hoyrdi -: ?Reinur eri eg og uttan synd, lýtaleysur eri eg og uttan misgerð! Men Gud finnur Sær søk móti mær, roknar meg fyri fígginda Sín; Hann setur føtur mínar í stokkin og heldur vakt yvir øllum leiðum mínum!? Nei, í hasum hevur tú ikki rætt, tað er svar mítt; tí Gud er størri enn menniskja. Hví trætir tú við Hann? Hann svarar jú ikki so mikið sum eitt orð! Men bæði á ein og annan hátt talar Gud, men ikki verður givið tí gætur. Í dreymi, í náttarsjón, táið fólk liggur í fastasvøvni, táið tey liggja á leguni og blunda, letur Hann upp oyru teirra og innsiglar ávaringina til teirra fyri at fáa mannin burtur frá gerðum hansara og fyri at gera enda á hugmóði mansins, so sál hansara kann verða bjargað frá grøvini, og lív hansara frá at verða rakt av drepandi spjóti. Menniskjað verður eisini revsað við sjúkalegu og við ófriði samt og javnt, sum nítur í mønu og merg. Breyð býður honum ímóti, og sál hansara stendst við føðina, ið hon elskaði. Hold hansara tærist burtur, so tað sæst ikki longur, og ber liggja bein hansara, sum ikki sóust áður; sál hansara kemur grøvini nær, lív hansara einglum deyðans. Er tá eingil í parti hansara, talsmaður, ein av hinum túsund, ið kunngera menniskjanum røttu leið tess, so tykist Gudi synd í honum, og Hann sigur: ?Frels hann frá at søkka í grøvina! Eg havi fingið loysigjald.? Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum. Hann biður til Gud, og Hann er honum náðigur, hann skoðar við fagnaði ásjón Guds, og Hann gevur menniskjanum aftur rættvísi tess. Hann syngur fyri fólki og sigur: ?Eg hevði syndað og gjørt hitt beina bogið; men Hann lønti mær ikki fyri tað! Hann hevur loyst sál mína frá at fara niður í grøvina, og lív mítt sær ljósið við gleði!? Sært tú, alt hetta ger Gud bæði tvær og tríggjar ferðir við menniskjað, fyri at bjarga sál hansara frá grøvini, so ljós lívsins kann lýsa rundan um hann! Lurta eftir og hoyr meg, Job! Ver tigandi, so eg fái talað! Hevur tú okkurt at siga, so svara mær! Tala tí eg vildi gjarna givið tær rætt! Men um ikki, so lurta tú eftir mær, ver tigandi, so eg fái lært teg vísdóm!? KAPITUL Framhald Elihu tók aftur til orða og segði: ?Tit vísmenn, hoyrið orð míni, og lurtið eftir mær, tit vitigu! Oyrað roynir jú orð, eins og gómarnir smakka mat. Latið okkum granska út, hvat rætt er, latið okkum sameintar royna at skilja, hvat gott er! Job hevur jú sagt: ?Eg eri rættvísur, og Gud hevur tikið rætt mín frá mær; tóat eg havi rætt, skal eg standa sum lygnari; drepandi pílur hevur rámt meg, tóat einki misbrot er hjá mær!? Man Job finna líka sín! Hann drekkur spott sum vatn, heldur samlag við illgerðarmenn og hevur felagsskap við gudleys! Tí hann hevur sagt: ?Einki batar manni at vera vinur við Gud!? Hoyrið meg tí, tit klóku: Langt veri tað frá Gudi at synda, frá hinum Alvalda at vera órættvísur! Nei, Hann lønir menniskjanum eftir verkum tess og letur mannin fáa viðurlag eftir atburði hansara! Gud ger vissuliga einki, sum er órættur, hin Alvaldi boyggir ikki rættin! Hvør hevur givið Honum jørðina í varðveitslu! Hvør hevur litið Honum alt jarðarríki upp í hendur! Hevði Hann hugsað bert um Seg sjálvan og drigið anda og andadrátt Sín til Sín aftur, so gekk alt livandi til grundar í senn, og menniskjað varð mold aftur. Hevur tú vit, so hoyr hetta, lurta væl eftir orðum mínum! Man ein, sum hatar rættin, duga at stjórna! Ella vágar tú tær at dómfella Hann, hin rættvísa, hin veldiga! Hann, sum kann siga við kongin: ?Níðingur tín!? og við høvdingan: ?Gudloysingur tín!? Hann, sum jú ikki ger mannamun, høvdingum til frama, og ikki setur ríkan hægri enn fátækan tí allir eru teir handaverk Hansara. Brádliga doyggja teir, mitt á nátt; hinum stóru gevur Hann eitt slag, og burtur teir eru; veldigir verða ryktir burt, ikki av mannahond. Tí vegir menniskjans eru Honum fyri eyga, og Hann sær hvørt spor, ið tað stígur; einki myrkur er, og eingin deyðaskuggi, sum illgerðarmenn fáa krógvað seg í. Gudi nýtist ikki leingi at hava eyguni eftir manni, fyrrenn hann er noyddur at koma fyri dóm Guds. Uttan avhoyring sorar Hann sundur hinar veldigu og setur aðrar í staðin. Ja, Hann kennir verk teirra, og Hann slær teir niður um náttina og letur teir farast. Sum gudleysar tyktar Hann teir, opinlýst, so øll síggja. Tí var tað jú, teir viku burtur frá Honum og ongari aktaðu eftir av leiðum Hansara at teir skuldu gera, at róp hinna fátæku náddu til Hansara, og Hann skuldi hoyra, hvussu hini kúgaðu góvu seg. Um Hann er tigandi hvør skal døma Hann! Fjalir Hann ásjón Sína hvør fær tá at síggja Hann! Bæði við tjóð og við einstakt menniskja ger Hann jú so fyri at vanheilagur skal ikki ráða, ein teirra, ið eru snerrur fólksins. Tí man slíkur nakrantíð hava sagt við Gud: ?Eg havi verið hugmóðigur; hereftir skal eg ikki gera tað, ið ilt er; tað, ið eg síggi ikki, mást Tú læra meg; havi eg gjørt órætt, skal eg ikki gera so uppaftur?! Skal Hann tá straffa eftir tínum tykki! Tað er jú tú, ið hevur klagu móti Honum, so tú mást døma um hetta, og ikki eg veitst tú nakað, so sig tað! Vitigir menn fara at siga við meg, ja, hvør vísmaður, ið hoyrir meg: ?Job tosar ikki við skili, hann hugsar seg ikki um, áðrenn hann talar!? Á, at Job skuldi verðið royndur uttan íhald, aftur fyri at hann hevur svarað, sum ring fólk svara! Tí hann dungar synd oman á synd; hann ber seg hugmóðiga at her ímillum okkara og nýtir mong orð móti Gudi!? KAPITUL Framhald. Aftur tók Elihu til orða og segði: ?Heldur tú hetta vera beint tú, sum hevur sagt, at tú ert rættvísari enn Gud at tú sigur: ?Hvat batar tað mær, hvat gagn havi eg av, at eg syndi ikki!? Eg skal geva tær svar, og vinum tínum við tær! Vend eyganum móti himli og hygg, akta eftir skýggjunum, hvussu høgt tey eru yvir tær! Um tú syndar hvat sakar tú Hann! Er misbrot títt svárt hvat mein voldir tú Honum! Ert tú rættvísur hvat gagnar tú Honum! Hvat fær Hann av hond tíni! Nei, menniskjanum, javnlíka tínum, kundi gudloysi títt havt týdning, og menniskjabarninum rættvísi tín! Gramt seg verður um tey mongu yvirgangsverk, og rópt um hjálp móti armi hinna veldigu. Men eingin spyr: ?Hvar er Gud, skapari mín, Hann, sum gevur lovsongir um náttina. Hann, sum gevur okkum vit fram um dýrum markarinnar og ger okkum vísari enn fuglar himmalsins?? Tí er tað, Hann svarar ikki, táið rópt verður um hjálp móti hugmóði hinna óndu. Nei, vissuliga, Gud lurtar ikki eftir tómum orðum, hin Alvaldi svarar ikki til slíkt! Eisini táið tú sigur, at tú sært Hann ikki, er málið fyri ásjón Hansara, og tú mást bíða eftir Honum. Men nú, við tað at tú gert ikki hetta, heimsøkir Hann teg í vreiði, og Hann virðir ikki mikið um hugmóðig orð! Ja, Job letur upp munnin við tómari talu, hann nýtir orðanøgd við ongum skili!? KAPITUL Framhald. Elihu helt áfram og segði: ?Bíða nú eitt sindur! Eg havi eitt at siga tær; tí enn er nakað at siga til verju Guds. Eg skal fara langan veg eftir kunnskapi mínum, og eg skal vísa, at skapari mín hevur rætt. Tí sanniliga, orð míni eru ikki følsk; mann við fullkomnum kunnskapi hevur tú fyri tær. Sært tú, Gud er veldigur; men Hann vanvirðir ongan; Hann er veldigur í styrki vitsins. Hann letur ikki gudleysan liva, men hini ørmu letur Hann fáa rætt teirra. Hann vendir ikki eygum Sínum frá hinum rættvísu; hjá kongum í hásætinum letur Hann tey sita alla tíð teirra, stórliga heiðrað. Og um tey verða bundin við leinkjum og fangað í vanlukkusnerrum, so er tað, tí Hann vil vísa teimum atburð teirra og syndirnar, tey hava gjørt í hugmóði sínum, og opna oyra teirra fyri ávaringini og áminna tey at venda við frá tí ónda. Hoyra tey tá og boyggja seg, so enda tey dagar sínar í lukku og ár síni í lívsælari frøi. Men hoyra tey ikki, so falla tey fyri svørði og geva upp andan í dárskapi sínum. Men menniskju við gudleysum sinnalagi hýsa vreiði; tey rópa ikki til Gud, táið Hann leggur tey í bond. Í ungdóminum doyggja tey, og lív teirra endar sum lív mansskøkjanna. Hann frelsir hin arma við neyð hansara og opnar oyra hansara við trongdini. Eisini teg lokkar Hann út úr trongdargapinum út á rúmsátt pláss, har ikki er trongt, og har borð títt skal vera fult av feitum rættum. Men ert tú fullur av gudloysismisbroti, so skulu misbrot og dómur fylgjast. Lat bert ikki vreiði lokka teg til spott, og lat ikki stødd bótarinnar fáa teg at villast! Man róp títt kunna gera enda á neyðini, og man alt strev og stríð títt kunna avrika tað! Stunda ikki eftir náttini, táið fólkasløg verða blást burt av staði sínum! Varða teg, vend tær ikki til synd! Tí tað hevur tú meiri hug til enn at líða! Gud er høgur í veldi Sínum hvør er lærari sum Hann! Hvør fyriskrivaði Honum veg Hansara, og hvør torir siga: ?Tú gjørdi órætt!? Síggj til, at tú hálovar verki Hansara, sum menniskjuni hava prísað við songi! Øll menniskju síggja tað við frøi, tóat deyðilig bert skoða tað úr fjarstøðu. Ja, Gud er stórur, og vit fata Hann ikki; áratal Hansara grundast ikki út. Tí dropar dregur Hann upp úr havinum; í toku Hansara sirma teir niður sum regn, og skýggini lata tað streyma og dryppa niður á mong fólk. Hvør man fata vídd skýggjanna ella dunið úr tjaldi Hansara! Hann breiðir út ljós Sítt rundan um Seg og fjalir við tí røtur havsins. Tí soleiðis straffar Hann fólkasløg, men gevur eisini føði í yvirflóð. Hann sveipar hendur Sínar í ljós og sendir tað út móti fíggindanum. Tora Hansara ber boð um komu Hansara; enntá fæið sigur frá, táið Hann kemur.? KAPITUL Framhald. ?Ja, av hesum skelvur hjarta mítt og hoppar í brósti mínum! Hoyr, hoyr brakið av rødd Hansara, dunið, ið út gongur av munni Hansara! Hann sendir tað avstað, so langt sum himmalin røkkur, og ljós Sítt líka at endum jarðarinnar. Aftaná dunar røddin, Hann tornar við veldigu rødd Síni, Hann sparir ikki snarljós, táið Hann letur rødd Sína ljóða. Gud tornar undurfult við rødd Síni; Hann ger stórverk, og vit fata tey ikki. Hann sigur við kavan: ?Fall á jørðina!? somuleiðis við regnið, sterka grovregn Sítt. Hond hvørs menniskja innsiglar Hann, fyri at øll menniskju, ið Hann hevur skapt, skulu kenna verk Hansara. Hini villu dýrini søkja sær lívd og halda seg inni í bølum sínum. Úr innasta kamari suðursins kemur stormur, og við høgættini kemur kuldi. Av anda Guds kemur ísur, og breið vøtn verða bundin. So fyllir Hann skýggið við vætu og spjaðir snarljósskýggj Síni; tey fara higar og hagar, eftir sum Hann leiðir tey, fyri at tey skulu útinna alt, ið Hann gevur teimum boð um, um alla jørðina, so víð sum hon er annaðhvørt Hann nú sleingir tey út sum koyril, ella Hann sendir tey at signa. Job, tú mást lurta eftir hesum! Statt stillur og akta eftir undurverkum Guds! Skilir tú, hvussu Gud stýrir teimum og letur snarljósini skyggja fram úr skýggjum Sínum! Skilir tú, hvussu skýggini sveima um í luftini, skilir tú undurverk hins Alvísa, tú, sum klæðini orna á, táið jørðin liggur dósin í sunnanloti! Kanst tú spenna út himmalin við Honum, fastan sum hin stoypta spegilin! Lær okkum, hvat vit skulu siga við Hann! Vit fáa einki upp fyri myrkri! Skal tað sigast Honum, at eg vil tosa við Hann! Man nakar ynskja sín egna undirgang! Og nú menniskjuni síggja ikki ljósið, tóat tað skínur bjart á himli, og vindur hevur farið fram og reinsað hann! Í gullljóma kemur Hann norðaneftir, ja, rundan um Gud er øgilig dýrd. Hin Alvalda finna vit ikki, Hann, sum so stórur er í mátti; men rættinum og hini fullu rættvísi gongur Hann ikki ov nær. Tí óttast menniskjuni Hann; Hann aktar ongum sjálvklókum manni eftir!? KAPITUL Harrin svarar Job. Nú svaraði HARRIN Job út úr storminum. Hann segði: ?Hvør er hann, ið myrkir ráð Mítt við skilaleysum orðum! Gyrð nú lendar tínar sum maður! So skal Eg spyrja teg, og tú skalt læra Meg! Hvar vart tú, táið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur! Hvør setti mál hennara! Tú veitst tað jú! Hvør spenti málisnøri yvir hana! Hvar vórðu stólpar hennara slignir niður! Hvør legði hornstein hennara meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði! Hvør stongdi fyri havinum við portrum, táið tað breyt seg fram og gekk út úr móðurfangi, táið Eg gav tí skýggið til klædning og myrka toku til sveip, táið Eg setti tí mark, setti sláir og hurðar og segði: ?Higar, og ikki longur! Her skulu stoltu bylgjur tínar leggjast!? Hevur tú nakrantíð kallað morgunin fram! Hevur tú víst morgunroðanum stað hansara, so hann fevndi um endar jarðarinnar, og hini gudleysu vórðu rist burtur av henni! Tá broytist jørðin sum leir undir innsigli, fær lit, sum hon hevði verið klædningur; og ljós hinna gudleysu* verður frá teimum tikið, hin upplyfti armurin sundurbrotin. Manst tú hava verið við keldur havsins, og manst tú hava gingið á avgrundarbotninum! Hava portur deyðans víst seg fyri tær, og hevur tú sæð portur deyðaskuggans! Hevur tú skoðað út yvir víddir jarðarinnar! Veitst tú alt hetta, so sig tað! Hvar er vegurin, hagar ljósið býr, og hvar hevur myrkrið heim sítt! so tú kundi farið eftir teimum og fingið tey til ríki teirra og á leiðina til bústað teirra! Víst veitst tú tað, tí tá vart tú jú føddur, og stórt er dagatal títt! Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins, sum Eg havi til at taka á heimsøkingartíðum, á orrustu- og ófriðardøgum! Hvørja leið fer ljósið, táið tað skilir seg sundur, og eystanvindurin, táið hann spjaðir seg yvir jørðina! Hvør opnaði regninum rennu og snarljósinum veg til at lata regna yvir oyðið land, yvir oyðimørk, har einki menniskja býr, til at metta oyðimørk og oyðið land og fáa gras at grógva, har sum fyrr var bert! Man regnið hava faðir! Hvør er faðir døggdropanna! Hvørjum móðurfangi kom ísurin úr! Og rím himmalsins, hvør føddi tað! Vatnið verður hart sum grót, og havið stívnar omaná. Bindur tú bandið um Sjeystjørnuna! Kanst tú loysa leinkjurnar av Orion! Er tað tú, ið letur stjørnumyndirnar í dýraringinum koma fram í rættari tíð! Og Bjørnin og ungar hennara kanst tú stýra gongd teirra! Kennir tú lógir himmalsins! Fyriskipar tú harradømi hansara yvir jørðini! Kann rødd tín náa upp til skýggini, so vatnsflóðir akta teg! Kanst tú senda snarljósini avstað, so tey fara, so tey siga við teg: ?Hygg, her eru vit!? Hvør legði vísdóm í hini myrku skýggj, og hvør gav luftsjónini vit! Hvør telur skýggini við vísdómi! Og vatnsíløt himmalsins hvør stoytir burtur úr teimum táið dustið rennur saman til fasta jørð, og moldklumparnir loða hvør við annan!? KAPITUL Framhald. ?Veiðir tú fong fyri honleyvuna, og stillar tú hungur ungleyvanna, táið tær krógva seg í bølum sínum, liggja og lúra millum runnarnar! Hvør fær ravninum føði hansara, táið ungar hansara rópa til Gud og flákra higar og hagar uttan føði! Veitst tú tíðina, táið steingeitirnar lemba, og aktar tú eftir verkjum hindanna! Telur tú mánaðirnar, ið tær ganga kvidnar, og veitst tú tíðina, táið tær kálva! Tær leggja seg niður og kálva og sleppa sær skjótt frá verkjunum. Kálvar teirra trívast og vaksa úti á markini; so renna teir burt og koma ikki aftur til teirra. Hvør slepti villeslinum leysum! Hvør loysti bondini av tí, sum Eg gav oyðimørkina til heim og saltslættan til bústað! Tað lær at ganginum í býnum og hoyrir ikki róp rakstrarmansins. Tað, ið tað leitar sær upp á fjøllunum, er beiti tess; tað leitar eftir øllum, ið grønt er. Man villtarvurin hava hug at tæna tær! Man hann vilja standa við krubbu tína um náttina! Kanst tú binda villtarvin við bondum til foyruna! Man hann vilja harva dalarnar eftir tær! Kanst tú líta á hann, fyri tað at hann er so sterkur, og kanst tú líta honum til at gera arbeiði títt! Heldur tú, hann førir grøði tína heim, savnar hana til treskipláss títt! Strutsurin flagsar kátur við veingjunum, men vísa veingir og fjaðrar hansara móðurkærleika! Nei, hann lítur jørðini egg síni til og letur sandin verma tey; og hann hugsar ikki um, at fótur kundi traðkað á tey, og hini villu dýr markarinnar kleyvað tey sundur. Harður er hann við ungar sínar sum hann hevði ikki átt teir; hann stúrir ikki fyri, at møði hansara skal vera til einkis. Tí Gud sýtti honum vísdóm og gav honum einki vit. Men táið hann flagsar upp í loft, lær hann at hestinum og honum, ið á honum situr. Er tað tú, ið gevur hestinum styrki! Klæðir tú háls hansara við flagsandi faksi! Er tað tú, ið lærir hann at leypa sum grashoppa, alt meðan hann froysir so ræðuliga! Glaður í styrki síni skavar hann markina; so heldur hann fram móti vápnaðum skarum. Hann lær at ræðsluni og óttast ikki, víkur ikki fyri svørðinum. Yvir honum glintar pílahúsin, spjót og lansa skyggja. Við gangi og øði skræðir hann upp markina, hann fær ikki stýrt sær, táið lúðurin ljóðar. Hvørja ferð lúðurin ljóðar, sigur hann: ?Hey!? Og langan veg luktar hann bardagan við torurødd høvdinga og herrópi. Er tað verk vits tíns, at falkurin flýgur upp og breiðir út veingirnar suðureftir! Er tað, tí tú gavst boð um tað, at ørnin flýgur so høgt og reiðrast so høgt uppi! Á fjallinum býr hon, har hevur hon tilhald sítt, á tindi og nøv. Haðani hyggur hon eftir føði; víða um skoða eygu hennara. Ungar hennara fylla seg av blóði, og har sum falnir liggja, er hon.? Framvegis svaraði HARRIN Job og segði: ?Tú, ið lastar hin Alvalda, ætlar tú at træta við Hann? Tú, ið revsar Gud, gev hesum svar!? Tá svaraði Job HARRANUM: ?Eg havi lítið at týða hvat skal eg svara! Eg leggi hond á munn! Eg havi talað eina ferð, men eg taki ikki til orða uppaftur ja, tvær ferðir, men eg geri tað ikki meir!? KAPITUL Framhald. Og HARRIN svaraði Job út úr storminum og segði: ?Gyrð lendar tínar sum maður! So skal Eg spyrja teg, og tú skalt læra Meg! Ætlar tú at gera rætt Mín til einkis? Ætlar tú at døma Meg sekan, fyri at tú sjálvur kanst fáa rætt? Hevur tú arm sum Gud! Kanst tú torna við rødd sum Hansara! Prýð teg við stórleika og harradømi, og klæð teg í dýrd og ljóma! Lat vreiði tína streyma fram, eyðmýk við eygnakasti hvønn hugmóðigan! Ja, kúga við eygnakasti hvønn stoltan, og slá niður hinar gudleysu, sum teir standa har! Fjal teir í moldini allar samlar, og leinkja ásjón teirra í myrkrinum! Tá skal eisini Eg prísa tær fyri sigurin, ið høgra hond tín hevur vunnið! Hygg Behemot*! Hann er jú verk Mítt, eins væl og tú. Hann etur gras sum neyt. Hygg styrkin í lendum hansara, og mátturin í búkspongunum! Halan ger hann stívan sum sedristræ; sinurnar í tjógvum hansara eru tvinnaðar saman. Bein hansara eru sum koparpípur, knoturnar í honum sum jarnstengur. Hann er hin fremsti av skapningum Guds, skaptur til at vera harri yvir hinum. Fjøllini bera honum fóður, har sum øll hini villu dýrini spæla sær. Undir lotusrunnum hvílir hann, í læ av røri og sevi. Lotusrunnarnir geva honum tak og skugga, pílatrøini við løkin umkransa hann. Hann óttast ikki, um so áarføri kemur; hann er tryggur, um so sjálvur Jordan fossar fram móti gapi hansara. Hvør kann fanga hann, táið hann varðar seg! Hvør kann draga tog gjøgnum nasar hansara! Kanst tú draga Livjatan* upp á ongli og binda tungu hansara við snøri! Kanst tú draga sevtog gjøgnum nasar hansara og høgga krók gjøgnum kjálka hansara! Man hann fara at bera fram fyri teg mangar eyðmjúkar bønir ella tala mjúk orð við teg! Man hann fara at gera sáttmála við teg, so tú fært hann til træl við alla! Kanst tú spæla við hann sum við fugl og tjóðra smágentum tínum hann! Eru fiskimannafeløg von at handla við honum, stykkja hann sundur millum keypmenn! Kanst tú fylla húð hansara við spjótum og høvd hansara við skutlum! Vita at leggja hond á hann! Tað stríðið fert tú at minnast, tú gert tað ikki uppaftur! Nei, tann, ið vágar sær slíkt, vón hansara verður svikin við tað sama sum hann sær hann, fellur hann til jarðar!? KAPITUL Framhald. ?Eingin er so djarvur, at hann torir at arga hann hvør vágar sær tá at seta seg upp móti Mær! Hvør gav Mær nakað fyrst, so Eg skuldi givið honum viðurlag! Alt undir himli hoyrir jú Mær til! Eg tigi ikki um limir hansara,* hvussu sterkur hann er, hvussu vakurt hann er skaptur. Hvør var mentur at draga klædningin av honum! Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara! Hvør man fara at opna dyr gaps hansara! Rundan um tenn hansara er ræðsla. Stolt sita skjaldarøðini; hvørt teirra er fest sum við føstum innsigli. Hvør skjøldurin liggur tætt at øðrum, eingin luft sleppur inn ímillum teirra. Teir eru fastir hvør við annan; teir grípa hvør inn í annan og kunnu ikki skiljast sundur. Táið hann nýsur, skyggir fram ljós; sum eygnalok morgunroðans eru eygu hansara. Brandar rúka úr gapi hansara, neistar fúka haðani. Dampur stendur úr nasagluggum hansara sum úr kókandi potti, ið sevgras brennur undir. Andi hansara fær kol at loga, og logar ganga út úr gapi hansara. Á hálsi hansara hevur styrki bústað sín, og angist loypur framman fyri hann. Tættar sita kjøtknúturnar, sum stoyptar at kroppinum; tær vikast ikki. Hart sum grót er hjarta hansara, hart sum hin niðari kvarnarsteinurin. Táið hann reisist, skelva kappar; teir verða frá sær sjálvum av ræðslu. Um svørð rámar hann, bítur tað ikki á honum, líka lítið lansa, kastispjót ella pílur. Jarn metir hann javnt við hálm, kopar við ormstungnan við. Sonur boðans* fær hann ikki at halda undan, sleingisteinarnir verða honum sum hálmur. Stríðsgassar virðir hann ikki meir enn hálmstrá, og hann lær at hinum súsandi spjóti. Á búkinum hevur hann hvassar eggir; hann setur merki í móruna sum foyrurnar eftir treskisleðu. Djúpið fær hann at kóka sum pott; havið ger hann líkt salvuketli. Aftan undan honum lýsir leið hansara; djúpið tykist vera silvurhár. Einki er á jørðini, sum er harri hansara; hann er skaptur til ikki at ræðast. Hann hyggur niður á alt, ið høgt er, hann er kongur yvir øllum stoltum dýrum.? KAPITUL Job eyðmýkir seg fyri Gudi, Gud hevur at vinmonnum hansara, men fyrigevur teimum, táið Job biður fyri teimum, Meiri legst Job til enn áður, Tá svaraði Job HARRANUM og segði: ?Eg veit, at Tú kanst alt, og at einki, ið Tú setur Tær fyri, er Tær ógjørligt at útinna! Hvør er tann, ið við skilaloysi myrkir ráð Títt! Eg má tí siga: Eg havi tosað um tað, ið eg skilti ikki, um tað, ið var mær ov undurfult, og sum eg fataði ikki. Men hoyr nú, so skal eg tala! Eg skal spyrja Teg, og Tú skalt læra meg. Einki uttan tað, ið tíðindini søgdu, hevði eg hoyrt um Teg; men nú hevur eyga mítt sæð Teg. Eg taki tí alt aftur og angri í dusti og øsku!? Men eftir at HARRIN hevði talað hesi orð við Job, segði HARRIN við Elifaz Temanit: ?Vreiði Mín er tendrað móti tær og báðum vinmonnum tínum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job! Takið tykkum tí sjey tarvar og sjey veðrar, farið til Job, tænara Mín, og ofrið teir sum brennioffur fyri tykkum! Og Job, tænari Mín, skal biðja fyri tykkum ongan uttan hann bønhoyri Eg so Eg lati ikki vanlukku ráma tykkum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job!? So fóru Elifaz Temanitur, Bildad Suhitur og Zofar Na'amatitur og gjørdu, sum HARRIN hevði sagt við teir; og HARRIN bønhoyrdi Job. HARRIN vendi lagnu Jobs, táið hann bað fyri vinmonnum sínum; og HARRIN gav Job tvífalt aftur alt, ið hann hevði átt. So komu allir brøður hansara til hansara, og allar systrar hansara og øll, ið høvdu kent hann áður; tey hildu máltíð við honum í húsi hansara, vístu honum samkenslu og uggaðu hann eftir alla vanlukkuna, ið HARRIN hevði latið koma á hann; tey góvu honum hvørt kesita* og gullring. HARRIN signaði seinnu tíð Jobs meir enn hina fyrru: hann fekk kríatúr av smáfæi, kamelar, pør av neytum og esilsryssur. Og hann fekk sjey synir og tríggjar døtur. Eina nevndi hann Jemimu, aðra Keziu og hina triðju Keren-Happuk. So vakrar kvinnur sum døtur Job vóru ikki í øllum landinum; og faðir teirra gav teimum arv saman við brøðrum teirra. Eftir hetta livdi Job ár, og hann fekk at síggja børn og barnabørn síni í fjórða lið. So doyði Job, gamal og mettur av døgum. Jóel KAPITUL Grashoppur og turkur hava forkomið landinum. Orð HARRANS, ið kom til Jóel, son Petuel. Hoyrið hetta, tit gomlu! Lurtið eftir, øll, sum í landinum búgva! Hevur slíkt hent á døgum tykkara, ella á døgum fedra tykkara! Tit skulu siga børnum tykkara frá tí, børn tykkara sínum børnum, og børn teirra næsta ættarliðinum. Tað, ið gnagarin* leivdi, át grashoppan upp; tað, ið grashoppan leivdi, át bítarin* upp, og tað, ið bítarin leivdi, át skavarin* upp. Vaknið, tit druknu, og grátið! Venið tykkum, allir, ið drekka vín! Tí vínberjaløgurin er ryktur burtur frá munni tykkara. Tí tjóð er komin móti landi Mínum, sterk og óteljandi; tenn hennara eru sum leyvutenn, hon hevur jakslir sum honleyvan. Hon hevur so heilt gjørt enda á víntrøum Mínum, brotið fikutrø Míni; hon hevur gjørt tey púra ber og kastað tey burt; greinar teirra eru vorðnar hvítar. Vena teg sum moyggj, ið gongur í syrgibúna eftir ungdómsbrúðgóm sín! Matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi HARRANS; prestarnir, tænarar HARRANS, syrgja. Markin er oydd, akurlandið syrgir; tí kornið er oytt, vínið er tornað upp, og oljan er horvin. Bøndurnir eru vónbrotnir, víngarðsmenninir vena seg; tí hveitin og byggið, grøðin á markini er farin fyri einki. Víntræið er tornað burtur, og fikutræið er følnað; granateplatræið, pálmin og eplatræið øll trøini á markini eru tornað burtur, ja, øll gleði er horvin frá menniskjabørnunum. Latið tykkum í syrgibúna og gremjið tykkum, tit prestar! Venið tykkum, tit, ið gera tænastu við altarið! Farið inn og sitið alla náttina í syrgibúna, tit tænarar Guds míns! Tí matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi Guds tykkara. Lýsið heilaga føstu, boðið hátíðarstevnu, fáið saman hinar elstu, ja, allar, sum í landinum búgva, í húsi HARRANS Guds tykkara, og rópið til HARRAN! Vei okkum á tann dagur! Dagur HARRANS er nær og kemur sum oyðing frá hinum Alvalda. Sóu vit ikki føðina fara fyri einki, gleði og frøi svinna úr húsi Guds okkara! Frækornini liggja skorpnað undir moldbøkkunum; goymslurnar eru oyddar, løðurnar niðurbrotnar, tí kornið er tornað burtur. Sum kríatúrini geva seg! Neytafylgini renna rødd um, tí tey vita ongastaðni at eta; eisini seyðafylgini noyðast at líða neyð. Til Tín, HARRI, rópi eg! Tí eldur hevur oytt beitini í oyðimørkini, og login hevur sviðið øll trø á markini. Um tað so eru dýrini á markini, rópa tey til Tín; tí løkirnir eru upptornaðir, og eldur hevur oytt haglendið í oyðimørkini. KAPITUL Fíggindin kemur, Fólkið verður biðið at venda við, Lyfti um frelsu, Blásið í horn á Zion, blásið harðblástur á heilaga fjalli Mínum! Nøtrið, øll tit, sum í landinum búgva! Tí dagur HARRANS kemur hann er nær dagur við myrkri og niðu, dagur við skýggjum og toku, breiddur sum morgunroði yvir fjøllini stór og sterk tjóð, sum aldri nakrantíð hevur havt líka sín og ei heldur skal fáa hann hereftir á komandi árum, mann eftir mann. Fyri henni oyðir eldur, og eftir hana brennur logi; sum Eden er landið framman fyri hana, og eftir hana er tað sum naknasta oyðimørk; einki sleppur undan henni. Sum hestar eru teir at síggja, sum hestmenn rúka teir avstað. Tað ljóðar sum gangur av vagnum, táið teir fara leypandi eftir fjallatindunum; tað ljóðar, sum táið eldslogin brennir upp hálm, sum veldigur herur, vápnaður til bardaga. Fólkasløg skelva fyri henni; øll andlit skifta lit. Sum kappar renna teir fram, sum hermenn storma teir múrarnar; ein og hvør heldur beint fram, teir fara ikki til viks av leiðini. Teir troðka ikki hvør annan; hvør heldur fram sína egnu gøtu; millum kastispjót leypa teir fram og steðga ikki ferð síni. Inn í býin storma teir, leypa upp á múrin, treingja seg inn í húsini, fara inn um vindeyguni sum tjóvar. Fyri teimum nøtrar jørðin, og himmalin skelvur; sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt. Framman fyri her Sín letur HARRIN rødd Sína hoyrast; tí ógvuliga stórur er herur Hansara, og sterkur er hann, ið fullførir orð Hansara; ja, stórur er dagur HARRANS og sára øgiligur hvør tolir hann! Men enntá nú sigur HARRIN vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan, og skræðið sundur hjarta tykkara ikki klæði tykkara ja, vendið við til HARRAN Gud tykkara! Tí Hann er náðigur og miskunnsamur, langmóðigur og ríkur í miskunn, og Hann angrar hitt illa. Hvør veit! Hann kundi vent um og angrað og latið signing eftir Seg matoffur og drykkjuoffur til HARRAN Gud tykkara! Blásið í horn á Zion, lýsið heilaga føstu, kunngerið hátíðarstevnu! Savnið fólkið, lýsið heilaga samkomu, kallið saman hinar gomlu, savnið smábørnini, ja, tey, ið súgva móðurbróst! Brúðgómurin fari út úr kamari sínum, brúðurin úr brúðarsali sínum! Millum forhøllina og altarið skulu prestarnir, tænarar HARRANS, standa grátandi og siga: ?Spar, HARRI, fólk Títt, gev ikki arv Tín upp til vanæru, so heidningar verða harrar teirra! Hví skulu tey siga millum tjóðirnar: ?Hvar er Gud teirra!?? Tá ger HARRIN álvara av at hjálpa landi Sínum, og Hann sparir fólk Sítt. HARRIN svarar fólki Sínum: Ja, Eg skal senda tykkum korn, vín og olju, so tit verða mett, og Eg skal ikki longur geva tykkum upp til vanæru millum heidningarnar! Fíggindan norðaneftir skal Eg reka langt burt frá tykkum og koyra hann avstað til turt og oyðið land, oddaflokk hansara út í eysturhavið og halaflokk hansara út í vesturhavið, stinkurin skal standa upp av honum, ringur roykur tí stórverk er hann farin undir at gera. Óttast ikki, land! Fegnast og ver glatt! Tí stórverk hevur HARRIN gjørt. Óttist ikki, tit dýr á markini! Tí haglendið í oyðimørkini grønkar, trøini bera ávøkst sín, fikutræið og víntræið geva kraft sína. Og tit, børn Zions, fegnist og gleðist í HARRANUM Gudi tykkara! Tí Hann gevur tykkum læraran í rættvísi, og so sendir Hann regn niður yvir tykkum, heystregn og várregn, sum áður. Treskiplássini skulu verða full av korni, og vínið og oljan skulu renna út av persunum. Og Eg skal bøta tykkum aftur árini, táið grashoppan, bítarin, skavarin og gnagarin ótu alt upp hin stóri herur Mín, sum Eg sendi móti tykkum. Tit skulu eta og verða mett og prísa navni HARRANS Guds tykkara, sum hevur gjørt slíkt undurfult við tykkum; og fólk Mítt skal aldri í allar ævir verða til skammar. Tit skulu sanna, at Eg búgvi mitt í Ísrael, og at Eg eri HARRIN Gud tykkara Eg og eingin annar; fólk Mítt skal aldri í allar ævir verða til skammar. KAPITUL Lyfti um úthelling av Andanum, Harrin skal døma fíggindar Ísraels, og tað verður signað í allar ævir, Eftir hetta skal Eg úthella Anda Mín yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera; hinir gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar, og hinir ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir; ja, um tað so eru trælirnir og trælkvinnurnar, skal Eg á teimum døgum úthella Anda Mín yvir tey. Eg skal gera undurfull tekin á himli og á jørð: Blóð, eld og roykstólpar. Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur HARRANS kemur, hin stóri og ræðuligi. Men ein og hvør, sum ákallar navn HARRANS, skal verða frelstur. Tí á Zionsfjalli og í Jerúsalem skal vera undansloppin skari soleiðis sum HARRIN hevur sagt og til hini undanslopnu skulu tey hoyra, sum HARRIN kallar. Tí á teimum døgum og á teirri tíð, táið Eg vendi lagnu Juda og Jerúsalems, skal Eg savna øll heidningafólk og leiða tey oman í Jósafatsdal; og har skal Eg halda dóm yvir teimum viðvíkjandi fólki Mínum og arvaluti Mínum, Ísrael, sum tey spjaddu um millum tjóðirnar. Og land Mítt býttu teir, ja, teir kastaðu lut um fólk Mítt, lótu drong fyri skøkju, seldu gentu fyri vín, sum teir drukku. Og tit, Týrus og Zidon og allir landspartar Filistara hvat vilja tit Mær? Er nakað, ið tit ætla at løna Mær aftur, ella ætla tit at gera Mær nakað? Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur, og tað bæði skjótt og brátt, tit, ið tóku silvur og gull Mítt og fóru avstað til tempul tykkara við dýrastu skattum Mínum og seldu sonum Javan Judamenn og tey, sum í Jerúsalem búðu, so tey skuldu koma langt burtur frá landi sínum! Men Eg skal kalla tey aftur, haðani sum tit hava selt tey, og Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur! Eg skal selja Judamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja Sabearum tey tjóð, ið býr langt burtur tí HARRIN hevur talað! Latið heidningarnar hoyra hetta! Vápnið tykkum til heilagt stríð! Vekið kapparnar! Allir vápnaførir menn stígi fram og haldi avstað! Smíðið svørð úr plógjørnum tykkara og spjót úr víngarðsknívum tykkara! Hin heilsuleysi sigi: ?Eg eri kappi!? Skundið tykkum og komið, øll tit heidningafólk úr øllum ættum savnið tykkum saman! Leið kappar tínar hagar oman, HARRI! Heidningafólk skulu vakna og fara til Jósafatsdal; tí har skal Eg sita og døma øll heidningafólkini allastaðni frá. Fram við akurknívinum kornið er staðið! Komið og troðið persan er full, tað rennur út av íløtunum, so stórur er óndskapurin har! Flokkarnir tyrpast saman í Dómsdali, tí nær er dagur HARRANS í Dómsdali. Sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt. HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerúsalem, so at himmal og jørð nøtra. Men fólki Sínum er HARRIN lívd, Ísraelsmonnum er Hann vernd. Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum býr á Zion, heilaga fjalli Mínum; og Jerúsalem skal vera heilagt stað, sum fremmandir ikki longur skulu treingja seg inn í. Tann dag skal vínberjaløgur dryppa av fjøllunum, og mjólk renna av heyggjunum; vatn skal streyma í øllum løkjum í Juda. Og kelda skal springa upp í húsi HARRANS og vatna Akasiudal. Egyptaland skal verða oyðið, og Edom nakin oyðimørk, aftur fyri yvirgangsverk teirra móti børnum Juda, aftur fyri at teir hava úthelt sakleyst blóð í landi teirra. Men Juda skal verða búgvandi í allar ævir, og Jerúsalem mann eftir mann. Eg skal hevna blóð teirra, tað, ið Eg ikki havi hevnt enn. Og HARRIN býr á Zion. Evangeliið eftir Jóhannes KAPITUL Hitt guddómliga Orð er vorðið menniskja í Kristi Jesusi, Vitnisburður Jóhannesar doypara, Fyrstu lærisveinar Jesusar, Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki. Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes. Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við Honum; men heimurin kendi Hann ikki. Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum. Jóhannes vitnar um Hann, rópar og sigur: ?Hesin er Hann, sum eg segði um: ?Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg.?? Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði. Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann. Hetta er tað, ið Jóhannes vitnaði, táið Jødarnir sendu prestar og Levitar úr Jerúsalem at spyrja hann, hvør hann var. Tá segði hann beint fram og noktaði ikki, hann viðgekk: ?Eg eri ikki Kristus.? Teir spurdu hann: ?Hvat tá? Ert tú Elias?? Hann svaraði: ?Tað eri eg ikki.? ?Ert tú profeturin?? Hann svaraði: ?Nei!? Tá søgdu teir við hann: ?Hvør ert tú? so vit fáa givið teimum svar, sum hava sent okkum; hvat sigur tú um teg sjálvan?? Hann svaraði: ?Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: ?Javnið Harranum vegin!? sum Esaias profetur hevur sagt!? Teir, ið út vóru sendir, vóru Farisearar. Teir spurdu hann nú: ?Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?? Jóhannes svaraði teimum: ?Eg doypi í vatni; mitt ímillum tykkara stendur tann, sum tit kenna ikki, Hann, sum kemur eftir meg, og sum eg ikki eri verdigur at loysa skóreimina hjá.? Hetta hendi í Betania hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti. Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín, og segði: ?Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins! Hesin er tann, sum eg segði um: ?Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg.? Eg kendi Hann ikki; men fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin og doypi í vatni.? Og Jóhannes vitnaði og segði: ?Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum. Eg kendi Hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: ?Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum.? Og eg havi sæð tað, og eg havi vitnað, at hesin er Sonur Guds.? Dagin eftir stóð Jóhannes aftur har, og tveir lærisveinar hansara. Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi, og segði: ?Hygg lamb Guds!? Lærisveinarnir báðir hoyrdu orð hansara, og teir fóru aftan á Jesusi. Tá vendi Jesus Sær á; og táið Hann sá teir koma aftan á Sær, segði Hann við teir: ?Hvat vilja tit?? Teir svaraðu Honum: ?Rabbi? (sum útlagt er: Meistari), ?hvar hevur Tú tilhald?? Hann segði við teir: ?Komið og síggið!? Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman. Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur. Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: ?Vit hava funnið Messias? (tað er útlagt: Kristus). Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi uppá hann og segði: ?Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas? (tað er útlagt: Petrus). Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: ?Fylg Mær!? Filip var úr Betsaida, býnum, sum Andrias og Pætur vóru úr. Filip hitti Natanael og segði við hann: ?Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!? Natanael segði við hann: ?Kann nakað gott vera úr Nazaret?? Filip svaraði honum: ?Kom og síggj!? Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: ?Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!? Natanael spurdi Hann: ?Hvaðani kennir Tú meg?? Jesus svaraði honum: ?Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg meðan tú vart undir fikutrænum.? Natanael svaraði Honum: ?Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!? Jesus svaraði honum: ?Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!? So segði Hann við hann: ?Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tit skulu fáa at síggja Himmalin opnan og einglar Guds stíga upp og fara niður yvir Menniskjasyninum!? KAPITUL Brúdleypið í Kana, Jesus fer til Kapernaum, Til Jerúsalem. Reinsar templið, Triðja dagin var brúdleyp í Kana í Galilea, og móðir Jesus var har. Eisini Jesus og lærisveinar Hansara vórðu bodnir í brúdleypið. Nú varð vínið uppi, og móðir Jesus segði við Hann: ?Tey hava einki vín.? Jesus svaraði henni: ?Hvat havi Eg við teg at gera, kvinna! Tími Mín er ikki komin enn.? Móðir Hansara segði við tænararnar: ?Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.? Nú stóðu har seks vatníløt av steini, soleiðis sum siður var hjá Jødunum við reinsan; tey tóku hvørt tvey ella trý bat. Jesus segði við tey: ?Fyllið íløtini við vatni!? Tey fyltu tey tá á tremur. So segði Hann við tey: ?Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!? Tey bóru honum tað. Táið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið sum var vorðið vín og ikki vitsti, hvaðani tað var komið men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vitstu tað rópti fyristøðumaðurin brúðgómin og segði við hann: ?Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!? Hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea og opinberaði dýrd Sína, og lærisveinar Hansara trúðu á Hann. So fór Hann oman til Kapernaum, Hann, móðir Hansara, brøður Hansara og lærisveinar Hansara; men har steðgaðu tey ikki nógvar dagar. Páskir Jødanna vóru nú nær, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Í templinum fann Hann teir sitandi, sum seldu neyt, seyð og dúvur, og peningavekslararnar. Tá gjørdi Hann Sær koyril av togi og rak tey øll út úr templinum, bæði seyðin og neytini; og Hann stoytti niður smápeningar peningavekslaranna og koyrdi umkoll borð teirra. Hann segði við teir, ið seldu dúvur: ?Takið hetta burt hiðani, gerið ikki hús Faðirs Míns til handil!? Tá kom lærisveinum Hansara í hug, at skrivað er: ?Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp.? Jødarnir tóku nú til orða og søgdu við Hann: ?Hvat tekin vísir Tú okkum, síðani Tú gert hetta?? Jesus svaraði teimum: ?Brótið niður hetta tempul, og Eg skal reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!? Tá søgdu Jødarnir: ?Í ár stóð hetta tempul í gerð, og Tú skalt reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!? Men Hann talaði um tempul likams Síns. Seinni, táið Hann var risin upp frá hinum deyðu, mintust lærisveinar Hansara, at Hann hevði sagt hetta, og teir trúðu skriftini og orðinum, ið Jesus hevði sagt. Meðan Hann nú var í Jerúsalem um páskirnar, á høgtíðini, trúðu mong á navn Hansara, táið tey sóu tekin Hansara, sum Hann gjørdi. Men Jesus sjálvur leit Seg ikki til teirra, tí Hann kendi øll, og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann vitsti sjálvur, hvat í menniskjuni var. KAPITUL Nikodemus, Seinasti vitnisburður Jóhannesar doypara, Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna. Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: ?Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.? Jesus svaraði honum: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.? Nikodemus segði við Hann: ?Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!? Jesus svaraði: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds. Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi. Undrast ikki á, at Eg segði við teg: ?Tit mugu føðast av nýggjum!? Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.? Nikodemus svaraði Honum: ?Hvussu kann hetta verða?? Jesus svaraði honum: ?Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta! Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara. Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska! Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli. Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum. Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum. Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds. Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd. Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað. Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað at tey eru gjørd í Gudi.? Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar Hansara um Judealand, og Hann var har við teimum og doypti. Men eisini Jóhannes doypti, í Enon, stutt frá Salim, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa. Tí tá var Jóhannes enn ikki settur í fangahús. Nú varð stríð millum lærisveinar Jóhannesar og ein Jøda um reinsan. Og teir komu til Jóhannes og søgdu við hann: ?Rabbi! Hann, sum var hjá tær hinumegin Jordan, Hann, sum tú gavst vitnisburð nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!? Jóhannes svaraði: ?Menniskjað kann einki fáa, uttan tað er givið tí av Himli. Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: ?Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum.? Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin. Hann skal vaksa, og eg skal minka. Hann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; hann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; Hann, sum kemur av Himli, er yvir øllum. Tað, ið Hann hevur sæð og hoyrt, vitnar Hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði Hansara. Tann, sum tekur ímóti vitnisburði Hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður. Tí Hann, sum Gud hevur sent, talar orð Guds; Gud gevur ikki Andan eftir máli. Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond. Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.? KAPITUL Jesus og hin samverska kvinnan, Hann grøðir son eins embætismans, Táið Harrin nú fekk at vita, at Fariseararnir høvdu frætt, at Jesus vann fleiri lærisveinar og doypti fleiri enn Jóhannes tó var tað ikki Jesus sjálvur, sum doypti, men lærisveinar Hansara tá fór Hann úr Judea og fór avstað aftur til Galilea. Hann mátti tá fara gjøgnum Samaria. So kom Hann til bý í Samaria, sum eitur Sikar, stutt frá jarðarstykkinum, ið Jákup gav Jósefi, syni sínum. Har var brunnur Jákups. Jesus sum var móður av ferðini sat nú har við brunnin; tað var um sætta tíman. Tá kom kvinna úr Samaria eftir vatni. Jesus segði við hana: ?Gev Mær at drekka!? Tí lærisveinar Hansara vóru farnir avstað inn í býin at keypa mat. Tá segði hin samverska kvinnan við Hann: ?Hvussu ber tað til, at Tú, sum ert Jødi, biður meg, samverska kvinnu, um nakað at drekka?? Tí Jødar koma ikki saman við Samverjar. Jesus svaraði henni: ?Hevði tú kent gávu Guds, og vitsti tú, hvør Hann er, sum sigur við teg: ?Gev Mær at drekka!? so hevði tú biðið Hann, og Hann hevði givið tær livandi vatn.? Kvinnan segði við Hann: ?Harri, Tú hevur jú einki at draga upp vatn við, og brunnurin er djúpur; hvaðani hevur Tú tá hitt livandi vatnið? Manst Tú vera størri enn Jákup, faðir okkara, sum hevur givið okkum brunnin og sjálvur drukkið úr honum, hann og synir hansara og kríatúr hansara?? Jesus svaraði henni: ?Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur. Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.? Kvinnan segði við Hann: ?Harri, gev mær hetta vatn, so eg tysti ikki og kann sleppa frá at koma higar eftir vatni!? Hann segði við hana: ?Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!? Kvinnan svaraði: ?Eg havi ongan mann.? Jesus segði við hana: ?Væl mást tú siga: ?Eg havi ongan mann?! Tí tú hevur havt fimm menn, og hann, ið tú hevur nú, er ikki maður tín har segði tú satt!? Tá segði kvinnan við Hann: ?Harri, eg síggi, at Tú ert profetur! Fedrar okkara hava tilbiðið á hesum fjalli, og tit siga, at í Jerúsalem er staðið, har tilbiðið eigur at verða.? Jesus segði við hana: ?Trúgv Mær, kvinna, tann tíð kemur, táið tað hvørki skal vera á hesum fjalli ella í Jerúsalem, tit tilbiðja Faðirin. Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna; tí frelsan kemur frá Jødunum. Men tann tíð kemur og er nú táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava. Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.? Kvinnan segði við Hann: ?Eg veit, at Messias kemur, Hann, sum kallast Kristus; táið Hann kemur, skal Hann kunngera okkum alt.? Jesus svaraði henni: ?Tað eri Eg, Hann, sum talar við teg!? Í tí sama komu lærisveinar Hansara; teir undraðust á, at Hann talaði við kvinnu; tó segði eingin: ?Hvat vilt Tú henni?? ella: ?Hví tosar Tú við hana?? Tá læt kvinnan vatnkrukku sína standa og fór inn í býin og segði við fólkið har: ?Komið og síggið mann, sum hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt! Man Hann ikki vera Kristus?? Tey fóru tá út úr býnum og tóku leiðina út til Hansara. Meðan hetta fór fram, bóðu lærisveinarnir Hann og søgdu: ?Rabbi, fá Tær at eta!? Hann svaraði teimum: ?Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.? Tá søgdu lærisveinarnir hvør við annan: ?Man nakar hava borið Honum mat?? Jesus segði við teir: ?Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara. Siga tit ikki: ?Fýra mánaðir eru enn, áðrenn heystið kemur?! Men Eg sigi tykkum: Lyftið upp eygu tykkara og síggið markirnar tær eru longu hvítar til at heysta! Tann, ið heystar, fær løn og savnar ávøkst til ævigt lív, so at teir kunnu gleðast saman, bæði tann, ið sáar, og tann, ið heystar. Tí her er orðið satt: ?Ein sáar, og annar heystar.? Eg havi sent tykkum út at heysta tað, sum tit ikki hava arbeitt; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.? Nógvir Samverjar úr býnum komu til trúgv á Hann av tí, sum kvinnan segði, táið hon vitnaði: ?Hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!? Táið nú Samverjar komu til Hansara, bóðu teir Hann steðga hjá sær; Hann varð tá har tveir dagar. Og uppaftur mong onnur komu til trúgv av tí, sum Hann talaði. Tey søgdu við kvinnuna: ?Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins.? Eftir teir báðar dagarnar fór Hann haðani til Galilea. Tí Jesus vitnaði sjálvur, at profetur verður ikki ærdur á sínum egna heimstaði. Táið Hann nú kom til Galilea, tóku Galilearar ímóti Honum; tí teir høvdu sæð alt, ið Hann hevði gjørt í Jerúsalem um høgtíðina; tí eisini teir høvdu verið til høgtíðina. Hann kom tá aftur til Kana í Galilea, har sum Hann hevði gjørt vatnið til vín. Í Kapernaum var ein embætismaður kongsins; hann hevði son liggjandi sjúkan. Táið hann frætti, at Jesus var komin úr Judea til Galilea, fór hann avstað til Hansara og bað Hann koma oman og grøða son sín; tí hann lá fyri deyðanum. Tá segði Jesus við hann: ?Síggja tit ikki tekin og undur, trúgva tit ikki!? Embætismaðurin segði við Hann: ?Harri, kom, áðrenn barn mítt doyr!? Jesus segði við hann: ?Far avstað sonur tín livir!? Maðurin trúði orðinum, ið Jesus segði við hann, og fór. Meðan hann enn var á heimferðini, møttu tænarar hansara honum og søgdu: ?Sonur tín livir!? Tá spurdi hann teir um tíman, táið hann var vorðin betri, og teir svaraðu honum: ?Í gjár um sjeynda tíman slapp hann frá feprinum.? Tá fekk faðirin at síggja, at tað hevði verið í tí tíma, táið Jesus segði við hann: ?Sonur tín livir!? Og hann trúði sjálvur, og alt hús hansara. Hetta tekinið sum var hitt annað gjørdi Jesus, táið Hann var komin úr Judea til Galilea. KAPITUL Hin sjúki við Betesdahyl, Jødarnir liggja Jesusi eftir lívinum, Hann talar til teirra og vitnar fyri teimum, Eftir hetta kom ein høgtíð Jødanna, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Við Seyðaportur í Jerúsalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda og hevur fimm súlugongir. Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast. Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.)* Nú var har maður, sum hevði verið sjúkur í ár. Táið Jesus sá hann liggja har, og vitsti, at hann longu hevði ligið sjúkur í langa tíð, segði Hann við hann: ?Vilt tú verða frískur?? Hin sjúki svaraði Honum: ?Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær!? Jesus segði við hann: ?Reis teg, tak song tína og gakk!? Alt fyri eitt varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men hesin dagur var sabbatur. Jødarnir søgdu tí við hann, ið grøddur var: ?Tað er sabbatur tað er tær ikki loyviligt at bera songina!? Hann svaraði teimum: ?Hann, sum gjørdi meg frískan, segði við meg: ?Tak song tína og gakk!?? Teir spurdu hann: ?Hvør var tann maður, sum segði við teg: ?Tak song tína og gakk??? Men hann, ið grøddur var, vitsti ikki, hvør tað var; tí Jesus hevði slept Sær burtur, við tað at har var nógv fólk. Seinni hitti Jesus hann í templinum, og Hann segði við hann: ?Tú ert vorðin frískur; synda ikki longur, so ikki okkurt verri kemur á teg!? Maðurin fór nú avstað og segði Jødunum, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan. Tí lógu Jødarnir eftir Jesusi tí Hann hevði gjørt hetta sabbat. Men Jesus svaraði teimum: ?Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við.? Tí lógu Jødarnir Honum enn meiri eftir lívinum, tí Hann ikki bert breyt sabbatin, men eisini kallaði Gud Faðir Sín og gjørdi Seg sjálvan Gudi líkan. Jesus tók tí til orða og segði við teir: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin somuleiðis. Tí Faðirin elskar Sonin og vísir Honum alt, ið Hann sjálvur ger; og Hann skal lata Hann síggja størri verk enn hesi, so tit skulu undrast. Tí eins og Faðirin reisir upp deyð og ger livandi, so ger eisini Sonurin livandi, hvønn Hann vil. Faðirin dømir heldur ikki nakran, men hevur givið Syninum allan dómin, fyri at øll skulu æra Sonin, eins og tey æra Faðirin. Tann, ið ikki ærir Sonin, ærir ikki Faðirin, sum hevur sent Hann. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann tími kemur og hann er nú táið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. Tí eins og Faðirin hevur lív í Sær sjálvum, so hevur Hann eisini givið Syninum at hava lív í Sær sjálvum. Og Hann hevur givið Honum vald at halda dóm, við tað at Hann er Menniskjasonur. Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm. Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg. Vitni Eg um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín ikki sannur. Ein annar er, sum vitnar um Meg, og Eg veit, at vitnisburðurin, ið Hann vitnar um Meg, er sannur. Tit hava sent boð til Jóhannes, og hann hevur givið sannleikanum vitnisburð. Tó, Eg taki ikki vitnisburð frá menniskja, men Eg sigi hetta, fyri at tit skulu verða frelst. Hann var hitt brennandi og skínandi ljós, og stutta tíð vildu tit gleðast í ljósi hansara. Men Eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn tann, ið Jóhannes bar; tí verkini, ið Faðirin hevur givið Mær at fullføra júst hesi verk, ið Eg geri vitna um Meg, at Faðirin hevur sent Meg. Faðirin, sum sendi Meg, hevur vitnað um Meg; tit hava aldri hoyrt rødd Hansara, ei heldur sæð, hvussu Hann sær út. Og orð Hansara hava tit ikki verandi í tykkum; tí Honum, sum Hann hevur sent, trúgva tit ikki. Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg. Og til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív. Eg taki ikki við heiðuri frá menniskjum; men Eg kenni tykkum, at tit hava ikki kærleika Guds í tykkum. Eg eri komin í navni Faðirs Míns, og tit taka ikki ímóti Mær; kemur ein annar í sínum egna navni, honum fara tit at taka ímóti. Hvussu kunnu tit trúgva, tit, sum taka við heiðuri hvør frá øðrum og heiðurin, ið er frá hinum eina Gudi, søkja tit ikki! Hugsið ikki, at Eg fari at klaga tykkum fyri Faðirinum! Ein er, sum klagar tykkum, Móses, hann, ið tit hava bygt vón tykkara á. Tí trúðu tit Mósesi, so høvdu tit trúð Mær tað er jú um Meg, hann hevur skrivað. Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum Mínum!? KAPITUL Jesus mettar menn, Gongur á vatninum, Talar um breyð lívsins, Summir av lærisveinunum taka sær ilt av orðum Hansara, Eftir hetta fór Jesus yvir um Galileavatn Tiberiasvatn. Nógv fólk fylgdi Honum, tí tey sóu tekinini, ið Hann gjørdi á hinum sjúku. Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har við lærisveinum Sínum. Páskirnar, høgtíð Jødanna, vóru nær. Táið nú Jesus lyfti upp eygu Síni og sá, at nógv fólk kom til Hansara, segði Hann við Filip: ?Hvar skulu vit keypa breyð, so hesi kunnu fáa at eta?? Hetta segði Hann fyri at royna hann; tí Hann vitsti sjálvur, hvat Hann fór at gera. Filip svaraði Honum: ?Breyð fyri denarar er ikki nóg mikið til teirra, so hvør kann fáa eitt lítið sindur.? Ein av lærisveinum Hansara, Andrias, bróðir Símun Pætur, segði við Hann: ?Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar; men hvat er tað til so mong!? Jesus segði: ?Latið fólkið seta seg niður!? Har var nógv gras á staðnum. Menninir settu seg tá niður, okkurt um í tali. So tók Jesus breyðini, takkaði og býtti út til teirra, ið sótu har, somuleiðis av fiskunum, so mikið sum tey vildu hava. Og táið tey vóru mett, segði Hann við lærisveinar Sínar: ?Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur!? Teir savnaðu tá saman og fyltu tólv kurvar við bitum av hinum fimm byggbreyðunum, avlopið frá teimum, ið etið høvdu. Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: ?Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!? Táið nú Jesus skilti, at teir fóru at koma og taka Hann við valdi at gera Hann til kong, fór Hann niðan aftur á fjallið heilt einsamallur. Táið kvøldið var komið, fóru lærisveinar Hansara oman at vatninum. Og teir fóru í bát og hildu yvir um vatnið, til Kapernaum. Myrkt var longu vorðið, og Jesus var enn ikki komin til teirra. Óslætt varð á vatninum; tí vindurin var nógvur. Táið teir nú høvdu róð okkurt um ella stadiur, sóu teir Jesus ganga á vatninum og nærkast bátinum; og teir ræddust. Men Hann segði við teir: ?Tað eri Eg; óttist ikki!? Teir vildu tá taka Hann inn í bátin, og alt fyri eitt kom báturin til lands, har sum teir stevndu ímóti. Dagin eftir hendi hetta: Fólkið, ið stóð hinumegin vatnið, hevði sæð, at har var ikki meir enn ein bátur, og at Jesus var ikki farin í tann bátin saman við lærisveinum Sínum, men at lærisveinar Hansara fóru avstað einsamallir. Men aðrir bátar komu úr Tiberias nær til staðið, har tey høvdu fingið at eta, eftir at Harrin hevði takkað. Táið fólkið tí nú sá, at Jesus var ikki har, og lærisveinar Hansara heldur ikki, fóru tey eisini sjálv í bátarnar og komu til Kapernaum at leita eftir Jesusi. Og táið tey hittu Hann hinumegin vatnið, søgdu tey við Hann: ?Rabbi, nær ert Tú komin higar?? Jesus svaraði teimum: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett. Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.? Tá søgdu teir við Hann: ?Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?? Jesus svaraði teimum: ?Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.? Teir søgdu við Hann: ?Hvat tekin gert Tú tá, so vit kunnu síggja tað og trúgva tær? Hvat arbeiði gert Tú? Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini sum skrivað er: ?Hann gav teimum breyð av Himli at eta.?? Tá svaraði Jesus teimum: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli. Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.? Tá søgdu teir við Hann: ?Harri, gev okkum altíð tað breyðið!? Jesus svaraði teimum: ?Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta. Men Eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð Meg og trúgva tó ikki. Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur. Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg. Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag. Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.? Tá knarraðu Jødarnir um Hann, tí Hann segði: ?Eg eri breyðið, sum er komið niður av Himli?; teir søgdu: ?Er hesin ikki Jesus, sonur Jósef! Kenna vit ikki faðir og móður Hansara! Hvussu kann Hann tá siga: ?Eg eri komin niður av Himli!?? Jesus svaraði teimum: ?Knarrið ikki tykkara millum! Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag. Skrivað stendur hjá profetunum: ?Tey skulu øll verða lærd av Gudi.? Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín. Ikki so, at nakar hevur sæð Faðirin; bert Hann, sum er frá Gudi, hevur sæð Faðirin. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív. Eg eri breyð lívsins. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.? Jødarnir kjakaðust tá hvør við annan og søgdu: ?Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!? Jesus segði tí við teir: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum. Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag. Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka. Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum. Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær. Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.? Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum. Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: ?Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!? Men Jesus vitsti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: ?Er hetta tykkum ástoyt? Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður! Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.? Tí Jesus vitsti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann. Og Hann segði: ?Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.? Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum. Jesus segði tá við hinar tólv: ?Ætla eisini tit at rýma?? Símun Pætur svaraði Honum: ?Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs, og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.? Jesus svaraði teimum: ?Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!? Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv. KAPITUL Jesus fer til Jerúsalem á leyvsalahøgtíðini, Talar um læru og burturferð Sína og um Heilaga Andan, Tað, ið fólkið og Fariseararnir hildu um Hann, Nikodemus verjir Hann, Eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galilea; tí Hann vildi ikki ferðast í Judea, við tað at Jødarnir lógu Honum eftir lívinum. Og høgtíð Jødanna leyvsalahøgtíðin var nær. Tá søgdu brøður Hansara við Hann: ?Far burtur hiðani og far til Judea, so eisini lærisveinar Tínir kunnu fáa at síggja verk Tíni, sum Tú gert! Tí eingin ger nakað í loyndum, táið hann sjálvur liggur eftir at vera kendur millum fólk; gert Tú hetta, so vís Teg fyri heiminum!? Tí heldur ikki brøður Hansara trúðu á Hann. Jesus segði við teir: ?Tíð Mín er ikki komin enn, men tíð tykkara er altíð í hondum. Heimurin kann ikki hata tykkum; men Meg hatar hann, tí Eg vitni um hann, at verk hansara eru ónd. Farið tit niðan til høgtíðina! Eg fari ikki enn niðan til hesa høgtíð; tíð Mín er ikki fullkomin enn.? Táið Hann hevði sagt hetta við teir, varð Hann verandi í Galilea. Men táið brøður Hansara vóru farnir niðan til høgtíðina, fór eisini Hann niðan, tó ikki opinlýst, men sum í loyndum. Jødarnir leitaðu tá eftir Honum á høgtíðini og søgdu: ?Hvar er Hann?? Og í loyndum gekk nógv tos um Hann millum fólkið; summi søgdu: ?Hann er góður maður!? Men summi søgdu: ?Nei, Hann villleiðir fólkið!? Tó talaði eingin opinlýst um Hann, av ótta fyri Jødunum. Men táið longu hálv høgtíðin var liðin, fór Jesus niðan í templið og lærdi. Tá undraðust Jødarnir og søgdu: ?Hvaðani hevur hesin lærdóm Sín, táið Hann ikki hevur lært?? Jesus svaraði teimum: ?Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg. Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum. Tann, ið talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, ið søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum. Hevur ikki Móses givið tykkum lógina! Og eingin av tykkum heldur lógina! Hví liggja tit Mær eftir lívinum?? Fólkið svaraði: ?Tú ert settur av illum anda! Hvør liggur Tær eftir lívinum!? Jesus svaraði teimum: ?Eitt verk gjørdi Eg, og tit undrast øll á tað. Móses hevur givið tykkum umskeringina ikki so, at hon er frá Mósesi, men frá fedrunum og tit umskera mann sabbat. Verður nú maður umskorin sabbat, fyri at Móselóg skal ikki verða brotin, eru tit tá ill inn á Meg, tí Eg gjørdi eitt heilt menniskja frískt sabbat? Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!? Nakrir Jerúsalemsmenn søgdu nú: ?Er tað ikki hasum, teir liggja eftir lívinum? Og nú talar Hann frítt, og teir siga ikki orð við Hann! Munnu ráðharrarnir veruliga hava ásannað, at Hann er Kristus? Tó, um henda vita vit, hvaðani Hann er; men táið Kristus kemur, veit eingin, hvaðani Hann er.? Tá rópti Jesus, meðan Hann lærdi í templinum: ?Tit bæði kenna Meg og vita, hvaðani Eg eri! Og av Mær sjálvum eri Eg ikki komin; men Hann er sannur, sum sendi Meg, Hann, sum tit ikki kenna. Eg kenni Hann, tí Eg eri frá Honum, og Hann hevur sent Meg.? Tá royndu teir at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann tí tími Hansara var ikki komin enn. Men mong av fólkinum trúðu á Hann; og tey søgdu: ?Táið Kristus kemur, man Hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt!? Fariseararnir hoyrdu, at fólkið í loyndum tosaði hetta um Hann, og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Hann. Jesus segði tá: ?Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg. Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma.? Tá søgdu Jødarnir hvør við annan: ?Hvar ætlar Hann at fara, táið vit ikki skulu kunna finna Hann? Man Hann ætla at fara til teirra, ið spjadd eru millum Grikkar, og læra Grikkar? Hvat er hetta, Hann sigur: ?Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma??? Hin síðsta hin stóra dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: ?Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.? Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur. Nøkur av fólkinum søgdu nú, táið tey hoyrdu hesi orð: ?Vissuliga er hesin profeturin!? Onnur søgdu: ?Hann er Kristus!? Uppaftur onnur søgdu: ?Kristus kemur tá ikki úr Galilea? Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus kemur av ætt Dávids og úr Betlehem býnum, sum Dávid var í?? So varð nú ósemja millum fólkið um Hann. Og nakrir av teimum ætlaðu at taka Hann; men tó legði eingin hond á Hann. Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: ?Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?? Tænararnir svaraðu: ?Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!? Tá svaraðu Fariseararnir teimum: ?Eru eisini tit villleiddir! Hevur nakar av ráðharrunum trúð á Hann, ella nakar av Farisearunum! Men hesin hópur, ið ikki kennir lógina, er bannaður!? Nikodemus, sum var ein teirra hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum segði við teir: ?Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt!? Teir svaraðu honum: ?Ert tú við úr Galilea? Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!? Og teir fóru hvør til sín sjálvs. KAPITUL Kvinnan, sum tikin var í hori, Jesus talar um Seg sum ljós heimsins, Hevur orðaskifti við Jødarnar, Talar um hitt sanna frælsið, Jødarnir ætla at steina Hann, Men Jesus fór til Oljufjallið. Tíðliga um morgunin kom Hann aftur í templið, og alt fólkið kom til Hansara; Hann settist tá og lærdi tey. Tá komu hinir skriftlærdu og Fariseararnir til Hansara við kvinnu, sum tikin var í hori; teir leiddu hana fram fyri Hann og søgdu við Hann: ?Meistari! Henda kvinna hevur drivið hor hon er tikin í gerðini! Móses hevur í lógini givið okkum tað boð, at slík skulu verða steinað; hvat sigur nú Tú?? Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: ?Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!? Síðani boygdi Hann Seg niður aftur og skrivaði á jørðina. Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir, hinir elstu fyrstir; og Jesus var einsamallur eftir við kvinnuni, ið stóð har. Tá rætti Jesus Seg upp og segði við hana: ?Kvinna, hvar eru teir? Var eingin, sum dømdi teg?? Hon svaraði: ?Eingin, Harri!? Tá segði Jesus: ?Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!? Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: ?Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.? Tá søgdu Fariseararnir við Hann: ?Tú vitnar um Teg sjálvan; vitnisburður Tín er ikki sannur!? Jesus svaraði teimum: ?Um so Eg vitni um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín sannur; tí Eg veit, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari; men tit vita ikki, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari. Tit døma eftir holdinum; Eg dømi ongan. Og um so Eg dømi, er dómur Mín rættur; tí Eg eri ikki einsamallur; nei, við Mær er Faðirin, sum sendi Meg. Í lóg tykkara er jú eisini skrivað, at tað, sum tveir menn vitna, stendur sum sannleiki. Her vitni nú Eg um Meg sjálvan, og Faðirin, sum sendi Meg, vitnar um Meg.? Tá søgdu teir við Hann: ?Hvar er Faðir Tín?? Jesus svaraði: ?Tit kenna hvørki Meg ella Faðir Mín; kendu tit Meg, kendu tit Faðir Mín við.? Hesi orð talaði Hann við tempulkistuna, meðan Hann lærdi í templinum; og eingin legði hond á Hann, tí tími Hansara var ikki komin enn. Hann segði tá aftur við teir: ?Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir Mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara; hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma.? Tá søgdu Jødarnir: ?Man Hann ætla at forkoma Sær, síðani Hann sigur: ?Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma??? Men Hann svaraði teimum: ?Tit eru niðanfrá, Eg eri omanfrá; tit eru av hesum heimi, Eg eri ikki av hesum heimi. Tí segði Eg við tykkum: ?Tit skulu doyggja í syndum tykkara?; tí trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara.? Teir søgdu tá við Hann: ?Hvør ert Tú?? Jesus svaraði teimum: ?Júst tað, sum Eg sigi tykkum. Eg havi nógv at siga og døma um tykkum, men Hann, ið sendi Meg, er sannorðaður, og tað, sum Eg havi hoyrt av Honum, tali Eg til heimin.? Teir skiltu ikki, at tað var um Faðirin, Hann talaði við teir. Jesus segði tá: ?Táið tit fáa lyft Menniskjasonin upp, skulu tit skilja, at tað eri Eg, og at Eg geri einki av Mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg. Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.? Táið Hann talaði hetta, komu mong til trúgv á Hann. Jesus segði tá við Jødarnar, sum vóru komnir til trúgv á Hann: ?Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir; og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.? Teir svaraðu Honum: ?Vit eru ætt Ábrahams og hava aldri verið trælir nakars mans; hvussu kanst Tú tá siga: ?Tit skulu verða fríir!?? Jesus svaraði teimum: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar. Og trælurin verður ikki verandi í húsinum allar ævir, men Sonurin verður verandi har allar ævir. Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir. Eg veit, at tit eru ætt Ábrahams; men tit liggja Mær eftir lívinum, tí tala Mín finnur ikki rúm hjá tykkum. Eg tali tað, sum Eg havi sæð hjá Faðir Mínum; soleiðis gera eisini tit tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.? Teir svaraðu Honum: ?Faðir okkara er Ábraham!? Jesus segði við teir: ?Vóru tit børn Ábrahams, gjørdu tit verk Ábrahams. Men nú liggja tit Mær eftir lívinum manni, ið hevur sagt tykkum sannleikan, sum Eg havi hoyrt frá Gudi. Slíkt gjørdi Ábraham ikki. Tit gera verk faðirs tykkara!? Teir søgdu við Hann: ?Vit eru ikki føddir í hori, vit hava ein Faðir, Gud!? Jesus segði við teir: ?Var Gud Faðir tykkara, elskaðu tit Meg; tí Eg eri gingin út frá Gudi og eri komin frá Honum; tí Eg eri heldur ikki komin av Mær sjálvum, nei, Hann hevur sent Meg. Hví skilja tit ikki talu Mína? Tí tit tola ikki at hoyra orð Mítt! Tit eru av einum faðir Djevulinum og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar. Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan. Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki? Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.? Jødarnir svaraðu Honum: ?Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!? Jesus svaraði: ?Eg eri ikki settur av illum anda, nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg. Men Eg søki ikki æru Mína; tann er, sum søkir hana og dømir. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan.? Jødarnir søgdu við Hann: ?Nú síggja vit, at Tú ert settur av illum anda! Ábraham doyði, og profetarnir doyðu og Tú sigur: ?Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki smakka deyðan!? Ert Tú tá størri enn faðir okkara Ábraham, sum jú doyði! Og profetarnir doyðu hvønn gert Tú Teg sjálvan til?? Jesus svaraði: ?Æri Eg Meg sjálvan, er æra Mín einki; tað er Faðir Mín, ið ærir Meg, Hann, sum tit siga, er Gud tykkara. Og tit kenna Hann ikki, men Eg kenni Hann. Og sigi Eg, at Eg kenni Hann ikki, so verði Eg lygnari eins og tit. Men Eg kenni Hann og haldi orð Hansara. Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja dag Mín, og hann sá hann og varð glaður.? Tá søgdu Jødarnir við Hann: ?Tú ert ikki ár enn, og Tú hevur sæð Ábraham!? Jesus segði við teir: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!? Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum. KAPITUL Hin, sum var føddur blindur. Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur. Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: ?Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?? Jesus svaraði: ?Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum. Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er; náttin kemur táið eingin kann arbeiða. So leingi sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins.? Táið Hann hetta hevði sagt, spýtti Hann á jørðina, gjørdi deiggj av spýttinum og smurdi deiggið á eygu hansara. Og Hann segði við hann: ?Far avstað og vaska tær í Siloamshyli!? (Siloam er útlagt: Sendur). Hann fór tá avstað og vaskaði sær og kom aftur síggjandi. Tá søgdu grannarnir og tey, sum áður høvdu verið von at síggja hann sum biddara: ?Er hetta ikki hann, ið sat og biddaði?? Summi søgdu: ?Tað er hann!? Men onnur søgdu: ?Nei, hann líkist honum!? Sjálvur segði hann: ?Tað eri eg!? Tá søgdu tey við hann: ?Hvussu vórðu eygu tíni latin upp?? Hann svaraði: ?Maðurin, sum kallast Jesus, gjørdi deiggj og smurdi tað á eygu míni og segði við meg: ?Far til Siloam og vaska tær!? Táið eg so fór avstað og vaskaði mær, fekk eg sjónina.? Tey søgdu við hann: ?Hvar er Hann?? Hann svaraði: ?Tað veit eg ikki.? Tá fóru tey til Fariseararnar við honum, sum blindur hevði verið. Men tað var sabbatur, tann dagin Jesus gjørdi deiggið og læt upp eygu hansara. Fariseararnir spurdu hann nú á sama hátt, hvussu hann hevði fingið sjónina. Hann svaraði teimum: ?Hann legði deiggj á eygu míni, og eg vaskaði mær, og nú síggi eg.? Tá søgdu nakrir av Farisearunum: ?Hesin maður er ikki frá Gudi, síðani Hann heldur ikki sabbatin!? Aðrir søgdu: ?Hvussu kann maður, sum syndari er, gera slík tekin!? Teir komu tá ikki ásamt. So søgdu teir uppaftur við hin blinda: ?Hvat sigur tú um Hann, við tað at Hann hevur latið upp eygu tíni?? Hann svaraði: ?Hann er profetur!? Nú trúðu Jødarnir ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrrenn teir fingu sent boð eftir foreldrum hansara, sum sjónina hevði fingið. Teir spurdu so tey: ?Er hetta sonur tykkara, sum tit siga, er føddur blindur? Hvussu ber tað tá til, at hann sær nú?? Foreldur hansara svaraðu teimum: ?Vit vita, at hetta er sonur okkara, og at hann er føddur blindur. Men hvussu tað hevur gingið til, at hann sær nú, vita vit ikki, ei heldur, hvør ið hevur latið upp eygu hansara. Spyrjið hann hann er nóg gamal, hann má sjálvur svara fyri seg!? Hetta søgdu foreldur hansara, tí tey óttaðust Jødarnar; tí Jødarnir vóru longu komnir ásamt um, at ein og hvør, ið játtaði Hann sum Kristus, skuldi verða koyrdur úr sýnagoguni. Tí søgdu foreldur hansara: ?Hann er nóg gamal, spyrjið hann sjálvan!? Teir sendu nú aðru ferð boð eftir manninum, ið blindur hevði verið, og søgdu við hann: ?Gev Gudi dýrdina! Vit vita, at hesin maður er syndari!? Hann svaraði: ?Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!? Teir søgdu nú aftur við hann: ?Hvat gjørdi Hann við teg? Hvussu læt Hann upp eygu tíni?? Hann svaraði teimum: ?Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir! Hví vilja tit hoyra tað uppaftur? Ætla tit við at verða lærisveinar Hansara?? Tá skeldaðu teir hann og søgdu: ?Tú ert lærisveinur Hansara! Vit eru lærisveinar Mósesar. Við Móses hevur Gud talað, tað vita vit, men hesin hvaðani Hann er, vita vit ikki.? Maðurin svaraði teimum: ?Tað er tó løgið, at tit ikki vita, hvaðani Hann er og Hann hevur latið upp eygu míni! Vit vita, at Gud hoyrir ikki syndarar; men óttast onkur Hann og ger vilja Hansara hann hoyrir Hann. Tað er óhoyrt, so leingi heimurin hevur staðið, at nakar hevur latið upp eygu eins, ið var føddur blindur. Var hesin ikki frá Gudi, kundi Hann einki gjørt.? Teir svaraðu honum: ?Tú, sum ert føddur í synd, allur sum tú ert, tú ætlar at læra okkum!? Og teir róku hann út. Jesus fekk at frætta, at teir høvdu rikið hann út, og táið Hann hitti hann, segði Hann við hann: ?Trýrt tú á Son Guds?? Hann svaraði: ?Hvør er Hann, Harri so eg fái trúð á Hann?? Jesus segði við hann: ?Tú hevur sæð Hann; tað er Hann, sum talar við teg!? Tá segði hann: ?Eg trúgvi, Harri!? og fall niður fyri Honum. Jesus segði: ?Til dóm eri Eg komin í henda heim, fyri at tey, sum ikki síggja, skulu fáa sjón, og tey, sum síggja, skulu verða blind.? Nakrir av Farisearunum, sum hjá Honum vóru, hoyrdu hetta, og teir søgdu við Hann: ?Vit eru kanska blindir við!? Jesus svaraði teimum: ?Vóru tit blindir, høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: ?Vit síggja!? Tí verður synd tykkara verandi.? KAPITUL Jesus talar um hin góða hirða og seyð Hansara, Hann er í Jerúsalem á tempulvígsluhøgtíðini, ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki fer um dyrnar inn í seyðahúsið, men klívur uppum aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður. Men tann, sum fer inn um dyrnar, er seyðahirðin. Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út. Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara. Men fremmandum fylgir hann ikki, nei, hann flýggjar frá honum; tí hann kennir ikki rødd hinna fremmandu.? Hetta líknilsi talaði Jesus til teirra; men tey skiltu ikki, hvat tað var, Hann talaði við tey. Jesus segði tá aftur við tey: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg eri dyr seyðarins. Allir, ið komnir eru fyri Mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðurin lurtaði ikki eftir teimum. Eg eri dyrnar; tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð. Eg eri hin góði hirði; hin góði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin. Men tann, ið leigaður er og ikki er hirði sum ikki eigur seyðin sær úlvin koma og rýmir frá seyðinum og flýggjar; og úlvurin rænir seyðin og spjaðir hann sundur. Tí hann er leigaður, og seyðurin liggur honum ikki á hjarta. Eg eri hin góði hirði, og Eg kenni Míni og eri kendur av Mínum, eins og Faðirin kennir Meg, og Eg kenni Faðirin; og Eg gevi lív Mítt fyri seyðin. Eg eigi eisini annan seyð, sum ikki hoyrir til hetta seyðahúsið; eisini hann skal Eg leiða; hann skal hoyra rødd Mína, og eitt fylgi skal verða, og ein hirði. Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.? Av hesum orðum varð nú uppaftur tvídráttur millum Jødarnar. Nógvir av teimum søgdu: ?Hann er settur av illum anda og frá Sær sjálvum! Hví lurta tit eftir Honum!? Aðrir søgdu: ?Hetta eru ikki orð eins, sum settur er av illum anda! Man illur andi kunna lata upp eygu blindra!? Nú kom tempulvígsluhøgtíðin í Jerúsalem. Vetur var; og Jesus gekk aftur og fram í templinum, í súlugong Sálomons. Tá flokkaðust Jødarnir um Hann og søgdu við Hann: ?Hvussu leingi ætlar Tú at halda sál okkara í óvissu? Ert Tú Kristus, so sig okkum, sum er!? Jesus svaraði teimum: ?Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva Mær ikki. Verkini, sum Eg geri í navni Faðirs Míns, vitna um Meg. Men tit trúgva ikki, tí tit eru ikki av seyði Mínum! Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns. Eg og Faðirin, Vit eru eitt.? Tá tóku Jødarnir aftur upp steinar at steina Hann. Jesus segði við teir: ?Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?? Jødarnir svaraðu Honum: ?Tað er ikki fyri nakað gott verk, vit steina Teg, nei, fyri gudspottan, og fyri tað, at Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjálvan til Gud!? Jesus segði við teir: ?Stendur ikki skrivað í lóg tykkara: ?Eg havi sagt: ?Tit eru gudar!?? Hevur Hann nú kallað teir gudar, sum orð Guds kom til og skriftin vikast ikki siga tit tá við Hann, sum Faðirin hevur halgað og sent í heimin: ?Tú spottar Gud!? fyri tað at Eg segði: ?Eg eri Sonur Guds?? Geri Eg ikki verk Faðirs Míns, so trúgvið Mær ikki! Men geri Eg tey, so trúgvið verkunum, um tit so ikki trúgva Mær, so tit kunnu skilja og sanna, at Faðirin er í Mær, og Eg eri í Faðirinum!? Tá royndu teir aftur at taka Hann; men Hann slapp Sær undan hondum teirra. So fór Hann aftur avstað, yvir um Jordan, til staðið, har Jóhannes fyrst hevði doypt, og Hann dvaldi har. Nógv fólk kom nú til Hansara, og tey søgdu: ?Víst gjørdi Jóhannes einki tekin, men alt, ið Jóhannes segði um henda, var satt.? Og mong komu til trúgv á Hann har. KAPITUL Lazarus verður reistur upp frá deyðum, Ráðið ger av at drepa Jesus, Maður lá sjúkur, Lazarus úr Betania, bygdini, sum Maria og systir hennara, Marta, búðu í. Tað var Maria, sum salvaði Harran við salvu og turkaði føtur Hansara við hári sínum; bróðir hennara, Lazarus, lá sjúkur. Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: ?Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.? Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann: ?Henda sjúka er ikki til deyða, men Gudi til dýrd at Sonur Guds skal verða dýrmætur við henni.? Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus. Táið Hann nú hoyrdi, at hann var sjúkur, varð Hann verandi, har sum Hann var, tveir dagar enn. Tá fyrsta segði Hann við lærisveinarnar: ?Latið okkum fara aftur til Judea!? Lærisveinarnir søgdu við Hann: ?Rabbi! Tað er stutt síðani, at Jødarnir ætlaðu at steina Teg, og Tú fert aftur hagar!? Jesus svaraði: ?Hevur ikki dagurin tólv tímar? Tann, sum gongur á degi, snávar ikki; tí hann sær ljósið í hesum heimi. Men tann, sum gongur á nátt, snávar; tí ljósið er ikki í honum.? Hetta talaði Hann; og so segði Hann við teir: ?Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.? Tá søgdu lærisveinarnir við Hann: ?Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!? Jesus hevði talað um deyða hansara, men teir hildu Hann tala um vanligan svøvn. Jesus segði teimum tí, sum var: ?Lazarus er deyður. Og fyri tykkara skuld eri Eg glaður, at Eg var ikki har, fyri at tit skulu trúgva. Men latið okkum fara til hansara!? Tummas sum kallaðist Tvíburi segði tá við hinar lærisveinarnar: ?Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!? Táið Jesus nú kom, fekk Hann at vita, at hann hevði longu ligið fýra dagar í grøvini. Nú var Betania nær við Jerúsalem; einar fimtan stadiur vóru ímillum. Og nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra. Táið nú Marta fekk at hoyra, at Jesus kom, fór hon ímóti Honum, men Maria varð sitandi heima við hús. Marta segði við Jesus: ?Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð! Men eisini nú veit eg, at hvat Tú so biður Gud um, gevur Gud Tær.? Jesus segði við hana: ?Bróðir tín skal rísa upp aftur!? Marta svaraði Honum: ?Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.? Jesus segði við hana: ?Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?? Hon svaraði Honum: ?Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!? Táið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað, rópti loyniliga systur sína, Mariu, og segði: ?Meistarin er her og vil finna teg!? Táið hon hoyrdi hetta, reistist hon skundisliga og fór til Hansara. Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men var staddur, har sum Marta hevði møtt Honum. Táið nú Jødarnir, sum vóru heima hjá henni og troystaðu hana, sóu, at Maria skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á henni, við tað at teir hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har. Táið nú Maria kom, hagar sum Jesus var, og sá Hann, fall hon niður fyri føtur Hansara og segði við Hann: ?Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!? Táið Jesus nú sá hana gráta og sá Jødarnar, ið við henni vóru komnir, gráta, suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og segði: ?Hvar hava tit lagt hann?? Tey svaraðu Honum: ?Harri, kom og síggj!? Jesus græt. Tá søgdu Jødarnir: ?Hygg, hvussu Hann elskaði hann!? Men summir av teimum søgdu: ?Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!? Tá suffaði Jesus aftur við Sær sjálvum og fór til grøvina. Hon var helli, og steinur lá fyri tí. Jesus segði: ?Takið burt steinin!? Marta, systir hin deyða, segði við Hann: ?Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!? Jesus svaraði henni: ?Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!? Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: ?Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg! Eg vitsti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.? Táið Hann hetta hevði sagt, rópti Hann hart: ?Lazarus, kom út!? Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur; og turriklæði var bundið um andlit hansara. Jesus segði við teir: ?Loysið hann og latið hann fara!? Nógvir av Jødunum, ið komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum Hann gjørdi, komu nú til trúgv á Hann. Men nakrir av teimum fóru avstað til Fariseararnar og søgdu teimum tað, sum Jesus hevði gjørt. Tá kallaðu høvuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið saman til fund og søgdu: ?Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin. Lata vit Hann halda so á, fara øll at trúgva á Hann, og Rómverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara.? Men ein teirra Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið segði við teir: ?Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.? Hetta segði hann ikki av sær sjálvum; nei, við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið og ikki bert fyri ta tjóðina, men fyri at Hann eisini skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt. Frá tí degi løgdu teir upp ráð um at drepa Hann. Tí ferðaðist Jesus ikki longur opinlýst um millum Jødarnar; nei, Hann fór haðani út til landið nær oyðimørkini, til ein bý, sum æt Efra'im; har dvaldi Hann við lærisveinum Sínum. Nú leið til páskir Jødanna, og mong av bygd fóru fyri páskir niðan til Jerúsalem at reinsa seg. Tey leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu hvørt við annað, sum tey stóðu í templinum: ?Hvat halda tit? Man Hann ikki fara at koma til høgtíðina?? Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann. KAPITUL Jesus verður salvaður í Betania, Kemur inn í Jerúsalem, Síðsti vitnisburður Hansara fyri almenninginum, Seks dagar fyri páskir kom Jesus tá til Betania, har Lazarus búði, hann, sum Jesus hevði reist upp frá hinum deyðu. Har varð gjørd kvøldmáltíð fyri Honum, og Marta kokkaðist; men Lazarus var ein teirra, sum sótu til borðs saman við Honum. Tá tók Maria pund av óblandaðari nardussalvu, ógvuliga dýrari, salvaði føtur Jesusar og turkaði føtur Hansara við hári sínum; húsið fyltist av góða anga salvunnar. Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot hann, sum seinni sveik Hann -: ?Hví varð henda salva ikki seld fyri denarar og givin fátækum!? Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt. Tá segði Jesus: ?Lat hana vera! Hon hevur goymt hana til tann dag, jarðarferð Mín skal vera. Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð.? Stór mongd av Jødunum fekk nú at vita, at Hann var har; og tey komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini at síggja Lazarus, sum Hann hevði reist upp frá hinum deyðu. Høvuðsprestarnir ráðløgdu tá um at drepa Lazarus við; tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus. Dagin eftir, táið alt hitt nógva fólk, ið komið var til høgtíðina, fekk at hoyra, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út ímóti Honum og róptu: ?Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans, kongur Ísraels!? Jesus fann nú ungt esil og setti Seg á tað sum skrivað er -: ?Óttast ikki, dóttir Zion! Hygg, kongur tín kemur, sitandi á esilsfyli!? Hetta skiltu lærisveinar Hansara ikki tá við tað sama; men táið Jesus var vorðin dýrmætur, kom teimum í hug, at hetta var skrivað um Hann, og at teir høvdu gjørt hetta fyri Hann. Fólkið, sum var í fylgi við Honum, vitnaði nú, at Hann hevði kallað Lazarus út úr grøvini og reist hann upp frá hinum deyðu. Tí var tað eisini, fólkið fór ímóti Honum, tí tey frættu, at Hann hevði gjørt hetta tekinið. Fariseararnir søgdu tá hvør við annan: ?Tit síggja, at tit vinna einki! Hyggið, allur heimurin hongur uppi í Honum!? Nú vóru nakrir Grikkar millum teirra, sum komu niðan at tilbiðja á høgtíðini. Teir komu til Filip, sum var úr Betsaida í Galilea, og bóðu hann: ?Harri, vit høvdu fegin viljað sæð Jesus!? Filip fór og segði tað við Andrias; Andrias og Filip komu og søgdu tað við Jesus. Jesus svaraði teimum: ?Tímin er komin, at Menniskjasonurin skal verða dýrmettur. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst. Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív. Vil nakar tæna Mær hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær hann skal Faðirin æra. Nú er sál Mín í angist, og hvat skal Eg siga? Faðir, frels Meg frá hesum tíma? Tó, tað er júst tí, Eg eri komin til henda tíma! Faðir, dýrmet navn Títt!? Tá kom rødd av Himli: ?Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!? Fólkið, ið stóð har og hoyrdi tað, segði tá, at tað var toran, ið gekk; onnur søgdu: ?Tað var eingil, ið talaði til Hansara!? Tá svaraði Jesus: ?Ikki fyri Mína skuld kom handa rødd, men fyri tykkara skuld. Nú gongur dómur yvir henda heim; nú skal høvdingin yvir hesum heimi verða kastaður út. Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín.? Hetta segði Hann fyri at peika á, hvønn deyða Hann skuldi doyggja. Tá svaraði fólkið Honum: ?Vit hava hoyrt úr lógini, at Kristus verður í allar ævir; hvussu kanst Tú tá siga, at Menniskjasonurin skal verða lyftur upp? Hvør er hesin Menniskjasonur?? Jesus segði við tey: ?Lítla stund aftrat er ljósið hjá tykkum; gangið, meðan tit hava ljósið, so myrkrið kemur ikki á tykkum! Tann, sum gongur í myrkri, veit ikki, hvar hann fer. Trúgvið á ljósið, meðan tit hava ljósið, so tit kunnu verða børn ljóssins!? Hetta talaði Jesus, og so fór Hann avstað og fjaldi Seg fyri teimum. Men tóat Hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey ikki á Hann fyri at orð Esaiasar profets skuldi ganga út, tað, sum hann hevur sagt: ?Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum, og fyri hvørjum varð armur Harrans opinberaður!? Tí kundu tey ikki trúgva; tí Esaias hevur uppaftur sagt: ?Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.? Hetta segði Esaias, tí hann sá dýrd Hansara og talaði um Hann. Tó vóru mangir, sum trúðu á Hann, eisini av ráðharrunum; men teir kendust ikki við tað; tí teir óttaðust Fariseararnar og vildu sleppa frá at verða koyrdir úr sýnagoguni. Teir elskaðu meiri heiður frá menniskjum enn heiður frá Gudi. Men Jesus rópti: ?Tann, ið trýr á Meg, trýr ikki á Meg, men á Hann, ið sendi Meg! Og tann, ið sær Meg, sær Hann, ið sendi Meg! Eg eri komin sum ljós í heimin, fyri at eingin, sum trýr á Meg, skal verða verandi í myrkri. Um onkur hoyrir orð Míni og leggur sær tey ikki á hjarta hann dømi ikki Eg; tí Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. Tann, ið vrakar Meg og tekur ikki við orðum Mínum, hevur tann, ið dømir hann; orðið, ið Eg havi talað, skal døma hann síðsta dag. Tí Eg havi ikki talað av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum sendi Meg, hevur givið Mær boð um tað, sum Eg skal siga, og tað, sum Eg skal tala. Og Eg veit, at boð Hansara er ævigt lív. Tað, sum Eg tí tali, tali Eg, soleiðis sum Faðirin hevur sagt Mær.? KAPITUL Fótatvátturin, Jesus sigur frá, hvør ið fer at svíkja Hann, Hitt nýggja boðið, Jesus sigur, at Pætur fer at avnokta Hann, Fyri páskahøgtíðina hendi hetta. Jesus vitsti, at tími Hansara var komin, at Hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til Faðirin; og sum Hann hevði elskað Síni egnu, sum í heiminum vóru, so elskaði Hann tey líka til endan. Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann. Og Jesus vitsti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud. Tá reisti Hann seg frá máltíðini, legði klæði Síni av Sær og tók línklæði og bant upp fyri Seg. So helti Hann vatn í fat og fór at vaska lærisveinunum um føturnar og turkaði teimum við línklæðinum, ið Hann hevði bundið upp fyri Seg. Hann kom tá til Símun Pætur. Hann segði við Hann: ?Harri, vaskar Tú mær um føturnar!? Jesus svaraði honum: ?Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni.? Pætur segði við Hann: ?Aldri í allar ævir skalt Tú vaska mær um føturnar!? Jesus svaraði honum: ?Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær.? Tá segði Símun Pætur við Hann: ?Harri, ikki bert um føturnar, men um hendurnar og høvdið við!? Jesus svaraði honum: ?Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir tó ikki allir.? Tí Hann vitsti, hvør hann var, sum svíkja Hann skuldi; tí segði Hann: ?Tit eru ikki reinir allir.? Táið Hann nú hevði vaskað teimum um føturnar, latið Seg í klæðini og sett Seg aftur til borðs, segði Hann við teir: ?Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum? Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað. Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar. Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann. Táið tit vita hetta sælir eru tit, um tit gera tað! Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: ?Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.? Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg.? Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: ?Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!? Tá hugdu lærisveinarnir hvør uppá annan og hugsaðu, hvønn Hann mundi tala um. Nú var ein av lærisveinum Hansara, sum sat til borðs undir lið Jesusar, hann, sum Jesus elskaði. Til hansara nikkaði Símun Pætur og segði við hann: ?Sig, hvønn tað er, Hann tosar um!? Hann hallaði sær tá inn at brósti Jesusar og segði við Hann: ?Harri, hvør er tað?? Jesus svaraði: ?Tað er hann, sum Eg gevi bitan, ið Eg dyppi.? So dyppaði Hann bitan og gav Judasi Iskariot, syni Símun. Og eftir at hann hevði fingið bitan, fór Satan í hann. Jesus segði tá við hann: ?Tað, sum tú gert ger tað skjótt!? Men eingin av teimum, ið sótu til borðs, skilti, hví Hann segði hetta við hann. Við tað at Judas hevði pungin undir hond, hugsaðu summir, at tað, sum Jesus segði við hann, var: ?Keyp tað, ið okkum nýtist til høgtíðina!? ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað. Táið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Nátt var. Táið hann var út farin, segði Jesus: ?Nú er Menniskjasonurin vorðin dýrmætur, og Gud er vorðin dýrmætur í Honum. Er Gud vorðin dýrmætur í Honum, skal Gud eisini gera Hann dýrmætan í Sær, og Hann skal skjótt gera Hann dýrmætan. Børn Míni! Lítla stund enn eri Eg hjá tykkum; tit fara at leita eftir Mær; og sum Eg segði við Jødarnar: ?Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma,? sigi Eg nú eisini við tykkum. Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir at tit hava kærleika hvør til annan.? Tá segði Símun Pætur við Hann: ?Harri, hvar fert Tú?? Jesus svaraði: ?Hagar sum Eg fari, kanst tú ikki fylgja Mær nú, men tú skalt fylgja Mær seinni.? Pætur segði við Hann: ?Harri, hví kann eg ikki fylgja Tær nú? Eg skal geva lív mítt fyri Teg!? Jesus svaraði: ?Skalt tú geva lív títt fyri Meg? Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Hanin fer ikki at gala, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur avnoktað Meg!? KAPITUL Síðsta røða Jesusar til ápostlarnar, áðrenn Hann leið. ?Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud trúgvið á Meg við! Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri. Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin.? Tummas segði við Hann: ?Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!? Jesus svaraði honum: ?Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær. Høvdu tit kent Meg, so kendu tit Faðir Mín við; og frá hesi stund kenna tit Hann og hava sæð Hann.? Filip segði við Hann: ?Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!? Jesus svaraði honum: ?So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: ?Vís okkum Faðirin!? Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni. Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær! Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin; og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum. Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað. Elska tit Meg, so haldið boð Míni! Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum. Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara. Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur, men tit síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva. Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum. Tann, ið hevur boð Míni og heldur tey er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.? Judas ikki Iskariot segði við Hann: ?Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?? Jesus svaraði honum: ?Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum. Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg. Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum; men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum. Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: ?Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.? Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg. Og nú havi Eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, táið tað hendir. Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær. Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær reisist, latið okkum fara hiðani!? KAPITUL Framhald. ?Eg eri hitt sanna víntræið, og Faðir Mín er víngarðsmaðurin. Hvørja grein á Mær, sum ikki ber ávøkst, tekur Hann burtur, og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar Hann, so hon skal bera meiri ávøkst. Tit eru longu reinir við orðinum, ið Eg havi talað til tykkara. Verðið í Mær, so verði Eg í tykkum! Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, men bert, táið hon verður verandi á víntrænum, so kunnu tit tað heldur ikki, uttan tit verða verandi í Mær. Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera. Tann, sum ikki verður í Mær, verður kastaður út sum grein og følnar; tær verða sankaðar saman og kastaðar í eldin og brenna. Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað! Í tí verður Faðir Mín dýrmætur, at tit bera nógvan ávøkst og verða lærisveinar Mínir. Eins og Faðirin hevur elskað Meg, so havi Eg elskað tykkum; verðið í kærleika Mínum! Halda tit boð Míni, verða tit verandi í kærleika Mínum, eins og Eg havi hildið boð Faðirs Míns og verði verandi í kærleika Hansara. Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at gleði Mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum. Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar. Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum. Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum. Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan. Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum. Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum tí hatar heimurin tykkum. Minnist orðið, Eg segði við tykkum: ?Tænarin er ikki størri enn harri hansara?! Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við; hava tey hildið orð Mítt, fara tey at halda tykkara við. Alt hetta fara tey at gera við tykkum fyri navns Míns skuld tí tey kenna ikki Hann, sum hevur sent Meg. Var Eg ikki komin og hevði talað til teirra, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey onga avsakan fyri synd sína. Tann, ið hatar Meg, hatar Faðir Mín við! Hevði Eg ikki gjørt tey verk millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey sæð tey og tó hatað bæði Meg og Faðir Mín. Men orðið mátti jú ganga út, sum skrivað er í lóg teirra: ?Tey hataðu Meg við ongari grund.? Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum Hann skal vitna um Meg. Og eisini tit skulu vitna; tí tit hava verið við Mær frá upphavi.? KAPITUL Framhald. ?Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at einki skal verða tykkum til ástoyt. Teir skulu koyra tykkum úr sýnagogunum, ja, tann tíð skal koma, táið hvør tann, ið drepur tykkum, fer at halda seg dýrka Gud við tí. Hetta fara teir at gera, tí teir kenna hvørki Faðirin ella Meg. Eg havi talað hetta til tykkara, fyri at tit, táið tíðin kemur, skulu minnast, at Eg havi sagt tykkum tað; men hetta segði Eg tykkum ikki frá upphavi, tí Eg var hjá tykkum. Nú fari Eg burtur til Hansara, sum hevur sent Meg, og eingin av tykkum spyr Meg: ?Hvar fert Tú?? Men hjarta tykkara er vorðið fult av sorg, tí Eg havi talað hetta til tykkara. Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann. Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm um synd, tí tey trúgva ikki á Meg, um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur, um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur. Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú. Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum. Alt, sum Faðirin hevur, er Mítt; tí segði Eg, at Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum. Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!? Tá søgdu nakrir av lærisveinum Hansara hvør við annan: ?Hvat er hetta, Hann sigur við okkum: ?Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg?, og: ?Eg fari til Faðirin??? Teir søgdu tá: ?Hvat er hetta, Hann sigur: ?Lítla stund?? Vit skilja ikki, hvat Hann meinir.? Jesus vitsti, at teir fóru at spyrja Hann, og Hann segði við teir: ?Tit tala hvør við annan um hetta, sum Eg segði: ?Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!? Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu gráta og vena tykkum, men heimurin skal gleðast; tit skulu hava sorg, men sorg tykkara skal vendast í gleði. Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim. Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur, og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum. Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum. Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin! Hetta havi Eg talað til tykkara í líknilsum; tann tíð kemur, táið Eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram siga tykkum frá Faðirinum. Tann dag skulu tit biðja í navni Mínum, og Eg sigi ikki við tykkum, at Eg skal biðja Faðirin fyri tykkum; tí Faðirin elskar tykkum sjálvur, aftur fyri at tit hava elskað Meg og trúð, at Eg eri gingin út frá Gudi. Eg gekk út frá Faðirinum og eri komin í heimin; Eg fari úr aftur heiminum og fari til Faðirin.? Tá søgdu lærisveinar Hansara: ?Nú talar Tú beint fram og sigur einki líknilsi! Nú vita vit, at Tú veitst alt og hevur ikki fyri neyðini, at nakar spyr Teg; tí trúgva vit, at Tú ert gingin út frá Gudi.? Jesus svaraði teimum: ?Nú trúgva tit! Men tann stund kemur og hon er komin táið tit skulu verða spjaddir hvør til sítt og lata Meg einsamallan; tó, Eg eri ikki einsamallur, tí Faðirin er við Mær. Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir Eg havi sigrað yvir heiminum!? KAPITUL Bøn Jesusar fyri Sínum. Hetta talaði Jesus; og Hann lyfti upp eygu Síni móti himli og segði: ?Faðir! Tímin er komin ger Son Tín dýrmætan, fyri at Sonur Tín kann gera Teg dýrmætan, eins og Tú hevur givið Honum vald yvir øllum holdi, so Hann skal geva øllum teimum ævigt lív, sum Tú hevur givið Honum! Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus. Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera. Og, Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til! Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt. Nú vita tey, at alt, ið Tú hevur givið Mær, er frá Tær. Tí orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum, og tey hava tikið við teimum og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey hava trúð, at Tú hevur sent Meg. Eg biði fyri teimum; Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey eru Tíni. Alt Mítt er Títt, og Títt er Mítt, og Eg eri vorðin dýrmætur í teimum. Eg eri ikki longur í heiminum, men hesi eru í heiminum og Eg komi til Tín. Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær, so tey kunnu vera eitt, eins og Vit! Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. Men nú komi Eg til Tín, og hetta tali Eg í heiminum, fyri at tey skulu hava gleði Mína fullkomna í sær. Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum. Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum. Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum. Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki. Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin. Eg halgi Meg sjálvan fyri tey, fyri at eisini tey skulu vera halgað í sannleikanum. Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg. Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt Eg í teimum, og Tú í Mær fyri at tey skulu verða fullkomin til eitt, so heimurin skal sanna, at Tú hevur sent Meg og hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg. Faðir, Eg vil, at har sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum Tú hevur givið Mær; tí Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður. Rættvísi Faðir! Heimurin hevur ikki kent Teg; men Eg havi kent Teg, og hesi hava sannað, at Tú hevur sent Meg. Og Eg havi kunngjørt teimum navn Títt og skal kunngera teimum tað, fyri at kærleikin, ið Tú hevur elskað Meg við, skal vera í teimum, og Eg í teimum.? KAPITUL Jesus í Getsemane, Fyri Annasi og Kaifasi, Pætur avnoktar Hann, Jesus fyri Pilatusi, Táið Jesus hevði sagt hetta, fór Hann út við lærisveinum Sínum um Kedronsløk; har var urtagarður, og inn í hann fór Hann við lærisveinum Sínum. Judas, sum sveik Hann, kendi eisini staðið; tí har kom Jesus ofta saman við lærisveinum Sínum. Judas hevði nú fingið vaktina við sær og tænarar frá høvuðsprestunum og Farisearunum, og kom hagar við kyndlum, lampum og vápnum. Við tað at Jesus nú vitsti alt, ið koma skuldi yvir Hann, gekk Hann fram og segði við teir: ?Hvørjum leita tit eftir?? Teir svaraðu Honum: ?Jesusi úr Nazaret.? Jesus segði við teir: ?Tað eri Eg.? Eisini Judas, sum sveik Hann, stóð har hjá teimum. Táið Hann nú segði við teir: ?Tað eri Eg,? fóru teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. Hann spurdi teir tá uppaftur: ?Hvørjum leita tit eftir?? Teir svaraðu: ?Jesusi úr Nazaret.? Jesus segði: ?Eg segði tykkum jú, at tað eri Eg! Er tað tá eftir Mær, tit leita, so latið hesar fara!? fyri at orðið skuldi ganga út, sum Hann hevði sagt: ?Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær.? Símun Pætur sum hevði svørð dró tað nú og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum; tænarin æt Malkus. Tá segði Jesus við Pætur: ?Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal Eg ikki drekka kalikin, ið Faðir Mín hevur givið Mær!? Vaktin, herhøvdingin og tænarar Jødanna tóku nú Jesus og bundu Hann. Og teir fóru fyrst til Annas við Honum; hann var verfaðir Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið. Tað var Kaifas, ið hevði givið Jødunum tey ráð, at tað var gagnligt, at eitt menniskja doyði fyri fólkið. Símun Pætur og ein annar lærisveinur fylgdu Jesusi. Hesin lærisveinur var kendur við høvuðsprestin, og hann fór við Jesusi inn í garð høvuðsprestsins. Men Pætur stóð uttanfyri við dyrnar. Tá fór hin lærisveinurin sum kendur var við høvuðsprestin út og tosaði við hana, sum helt vakt við dyrnar, og fekk Pætur inn. Gentan, ið helt vakt við dyrnar, segði tá við Pætur: ?Ert eisini tú ein av lærisveinunum hjá hesum manni?? Hann svaraði: ?Nei, tað eri eg ikki!? Men tænararnir og sveinarnir høvdu kynt upp koleld tí kalt var og stóðu nú og vermdu seg; eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg. Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærisveinar Hansara og læru Hansara. Jesus svaraði honum: ?Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; Eg havi altíð lært í sýnagogum og í templinum, har sum allir Jødar koma saman; í loyndum havi Eg einki talað. Hví spyrt tú Meg? Spyr tey, sum hoyrt Meg hava, hvat Eg havi talað til teirra! Tey vita jú, hvat Eg havi sagt.? Táið Jesus hetta segði, gav ein av sveinunum, sum hjá stóðu, Honum eitt slag undir vangan og segði: ?Svarar Tú høvuðsprestinum so!? Jesus svaraði honum: ?Havi Eg talað illa, so prógva, at tað er ónt! Men havi Eg talað rætt, hví slært tú Meg tá!? Annas sendi Hann nú bundnan til Kaifas høvuðsprest. Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá søgdu teir við hann: ?Ert eisini tú ein av lærisveinum Hansara?? Hann noktaði tað og segði: ?Tað eri eg ikki!? Ein av tænarum høvuðsprestsins, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði høgt oyrað av, segði: ?Sá eg teg ikki í urtagarðinum við Honum!? Tá noktaði Pætur tað aftur og í tí sama gól hanin. Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið. Pilatus fór tá út til teirra og segði: ?Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?? Teir svaraðu honum: ?Var Hann ikki illgerðarmaður, høvdu vit ikki givið Hann upp til tín!? Tá segði Pilatus við teir: ?Takið tit Hann og dømið Hann eftir lóg tykkara!? Jødarnir svaraðu honum: ?Vit hava ongan rætt at taka av døgum!? fyri at orð Jesusar skuldi ganga út, sum Hann segði fyri at vísa, á hvønn hátt Hann skuldi doyggja. Pilatus fór nú inn aftur í borgina, kallaði Jesus fyri seg og segði við Hann: ?Ert Tú kongur Jødanna?? Jesus svaraði: ?Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um Meg?? Pilatus svaraði: ?Eri eg Jødi! Fólk Títt og høvuðsprestarnir hava givið Teg upp til mín; hvat hevur Tú gjørt?? Jesus svaraði: ?Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.? Tá segði Pilatus við Hann: ?So ert Tú tó kongur?? Jesus svaraði: ?Tú sigur tað! Eg eri kongur. Til tað eri Eg føddur, og til tað eri Eg komin í heimin, at Eg skal vitna um sannleikan. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd Mína.? Pilatus segði við Hann: ?Hvat er sannleiki!? Táið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar og segði við teir: ?Eg finni onga skyld hjá Honum! Men tit hava jú tann sið, at eg skal geva tykkum ein leysan á páskum; vilja tit tá, at eg skal geva tykkum kong Jødanna leysan?? Tá róptu tey uppaftur øll og søgdu: ?Ikki Hann, nei, Barabbas!? Og Barabbas var ránsmaður. KAPITUL Framhald, Jesus verður krossfestur, Doyr, Verður jarðaður, Nú tók Pilatus Jesus og læt Hann húðfleingja. Og hermenninir flættaðu krúnu av tornum og settu hana á høvd Hansara og hongdu purpurkappa um Hann. So gingu teir fram fyri Hann og søgdu: ?Heilur kongur Jødanna!? Og teir slógu Hann undir vangan. Pilatus fór nú uppaftur út, og hann segði við tey: ?Hyggið, eg leiði Hann út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga skyld hjá Honum!? So kom Jesus út við tornakrúnuni og í purpurkappanum. Og hann segði við tey: ?Hyggið maðurin!? Táið nú høvuðsprestarnir og tænararnir fingu at síggja Hann, róptu teir og søgdu: ?Krossfest, krossfest!? Pilatus segði við teir: ?Takið tit Hann og krossfestið Hann, tí eg finni onga skyld hjá Honum!? Jødarnir svaraðu honum: ?Vit hava lóg, sum Hann er sekur at doyggja eftir; tí Hann hevur gjørt Seg sjálvan til Son Guds.? Táið Pilatus hoyrdi hetta orð, fall enn meiri ótti á hann, og hann fór inn aftur í borgina og segði við Jesus: ?Hvaðani ert Tú?? Men Jesus gav honum einki svar. Tá segði Pilatus við Hann: ?Tosar Tú ikki við meg! Veitst Tú ikki, at eg havi vald at geva Teg leysan og havi vald at krossfesta Teg?? Jesus svaraði: ?Tú hevði einki vald havt yvir Mær, var tað ikki givið tær omanfrá; tí hevur tann, sum gav Meg upp til tín, størri synd.? Av hesum royndi Pilatus enn at geva Hann leysan. Men Jødarnir róptu: ?Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans! Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum!? Táið Pilatus hoyrdi hesi orð, leiddi hann Jesus út og setti seg á dómstólin, á staðnum, sum kallast Steinsett, á hebraiskum Gabbata. Tað var tilreiðingardagin á páskum, um sætta tíman. Og hann segði við Jødarnar: ?Hyggið kongur tykkara!? Tá róptu tey: ?Burt, burt við Honum! Krossfest Hann!? Pilatus segði við tey: ?Skal eg krossfesta kong tykkara?? Høvuðsprestarnir svaraðu: ?Vit hava ongan annan kong enn keisaran!? Tá gav hann Hann upp til teirra at verða krossfestan. Teir tóku nú Jesus við sær, og Hann bar sjálvur kross Sín og fór út til staðið, sum kallast Skallastaður, á hebraiskum Golgata. Har krossfestu teir Hann, og saman við Honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, Jesus í miðjuni. Pilatus hevði eisini skrivað yvirskrift og sett hana á krossin; har var skrivað: ?Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.? Hesa yvirskrift lósu nú nógvir av Jødunum, tí staðið, har Jesus var krossfestur, var nær við býin, og hon var skrivað á hebraiskum, latíni og griskum. Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: ?Skriva ikki: ?Kongur Jødanna?, men: ?Hann segði: Eg eri kongur Jødanna?!? Pilatus svaraði: ?Tað, sum eg skrivaði, skrivaði eg!? Táið hermenninir nú høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði Hansara og býttu tey í fýra partar, ein til hvønn hermannin. Somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin hevði ongar seymir, men var vovin í einum frá í erva allan vegin. Tá søgdu teir hvør við annan: ?Latið okkum ikki skera hann sundur, men kasta lut um, hvør ið skal hava hann!? fyri at skriftin skuldi ganga út, sum sigur: ?Teir býttu klæði Míni ímillum sín og kastaðu lut um kyrtil Mín.? Hetta gjørdu nú hermenninir. Við kross Jesusar stóðu móðir Hansara og systir móður Hansara, Maria, kona Klopas, og Maria Magdalena. Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: ?Kvinna, hygg sonur tín!? So segði Hann við lærisveinin: ?Hygg móðir tín!? Og frá teirri stund tók lærisveinurin hana heim til sín. Síðani, við tað at Jesus vitsti, at nú var alt fullgjørt, fyri at skriftin skuldi ganga út, segði Hann: ?Eg tysti.? Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara. Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: ?Tað er fullgjørt!? So boygdi Hann høvdið og gav upp andan. Við tað at tað var tilreiðingardagur, bóðu Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum skuldu verða brotin, og likamini tikin niður, so teir skuldu ikki verða hangandi á krossinum sabbatin; tí hesin sabbatur var stórur. Hermenninir komu so og brutu beinini, fyrst í øðrum, sum krossfestur var saman við Honum, og síðani í hinum. Men táið teir komu til Jesus og sóu, at Hann var longu deyður, brutu teir ikki beinini í Honum. Men ein av hermonnunum stakk Hann í síðuna við spjóti, og við tað sama rann út blóð og vatn. Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitnað tað, og vitnisburður hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva. Tí hetta hendi, fyri at skriftin skuldi ganga út: ?Einki bein í Honum skal verða brotið.? Og uppaftur sigur annað skriftorð: ?Tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum.? Eftir hetta bað Jósef úr Arimatea sum var lærisveinur Jesusar tó loyniliga, av ótta fyri Jødunum Pilatus um loyvi at taka likam Jesusar; og Pilatus gav honum loyvi til tað. Hann kom tá og tók niður likam Jesusar. Eisini Nikodemus kom, hann, sum fyrstu ferð var komin til Jesus á nátt; hann hevði við sær blanding av myrra og aloe, eini pund. Teir tóku so likam Jesusar og sveipaðu tað í línklæði við hinum angandi urtunum soleiðis sum siður er hjá Jødunum við jarðarferð. Á staðnum, har sum Hann varð krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum var nýggj grøv, sum enn eingin hevði verðið lagdur í. Har løgdu teir nú Jesus, av tí at tað var tilreiðingardagur Jødanna; tí grøvin var nær við. KAPITUL Uppreisn Jesusar. Hann opinberar Seg fyri Mariu Magdalenu, Fyri hinum ellivu, Fyri Tummasi, Fyrsta dagin í vikuni kom Maria Magdalena tíðliga til grøvina, meðan enn var myrkt; hon sá tá, at steinurin var tikin frá grøvini. Tá leyp hon avstað og kom til Símun Pætur og hin lærisveinin, hann, sum Jesus elskaði, og segði við teir: ?Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt Hann!? Pætur og hin lærisveinurin fóru tá avstað og komu til grøvina. Teir lupu báðir avstað saman; men hin lærisveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr til grøvina. Táið hann boygdi seg niður, sá hann línklæðini liggja har; men hann fór tó ikki inn. Nú kom Símun Pætur sum var aftan á honum; hann fór inn í grøvina og sá, at línklæðini lógu har, og at sveittadúkurin, sum hevði verið á høvdi Hansara, lá ikki saman við línklæðunum, men lá samanlagdur á øðrum staði, fyri seg sjálvan. Tá fór eisini hin lærisveinurin inn, hann, sum fyrr var komin til grøvina; og hann sá og trúði. Tí enn skiltu teir ikki skriftina, at Hann skuldi rísa upp frá hinum deyðu. Lærisveinarnir fóru tá heimaftur til sín sjálvs. Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, boygdi hon seg niður og hugdi inn í grøvina; hon sá tá tveir einglar í hvítum klæðum sita, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum likam Jesusar hevði ligið. Teir søgdu við hana: ?Kvinna, hví grætur tú?? Hon svaraði teimum: ?Tí teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt Hann!? Táið hon hetta hevði sagt, vendi hon sær og sá Jesus standa har; men hon vitsti ikki, at tað var Jesus. Jesus segði við hana: ?Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?? Hon helt tað vera urtagarðsmannin og segði við Hann: ?Harri, hevur Tú borið Hann burt, so sig mær, hvar Tú hevur lagt Hann, so skal eg taka Hann!? Jesus segði við hana: ?Maria!? Tá vendi hon sær og segði við Hann á hebraiskum: ?Rabbuni!? (tað er meistari). Jesus segði við hana: ?Nem ikki við Meg! Eg eri ikki enn farin upp til Faðir Mín; nei, far til brøður Mínar og sig við teir, at Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!? Maria Magdalena fór og segði lærisveinunum: ?Eg havi sæð Harran!? og at Hann hevði sagt hetta við hana. Táið nú kvøldið var komið henda dagin, fyrsta dagin í vikuni, og dyrnar vóru stongdar, har sum lærisveinarnir vóru, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og segði við teir: ?Friður veri við tykkum!? Táið Hann hetta hevði sagt, vísti Hann teimum hendur Sínar og síðu Sína. Tá vórðu lærisveinarnir glaðir táið teir sóu Harran. Jesus segði tá aftur við teir: ?Friður veri við tykkum! Sum Faðirin hevur sent Meg, sendi Eg tykkum.? Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði við teir: ?Takið ímóti Heilaga Andanum! Fyrigeva tit einum syndirnar, eru tær honum fyrigivnar; nokta tit einum fyrigeving, er hon honum noktað.? Men Tummas, hann, sum kallaðist Tvíburi ein av hinum tólv var ikki saman við teimum, táið Jesus kom. Hinir lærisveinarnir søgdu nú við hann: ?Vit hava sæð Harran!? Men hann svaraði teimum: ?Fái eg ikki at síggja naglamerkini í hondum Hansara, og sleppi eg ikki at stinga fingur mín í naglamerkini og stinga hond mína í síðu Hansara, vil eg als ikki trúgva tí!? Átta dagar eftir vóru lærisveinar Hansara aftur inni har, og Tummas við teimum. Tá kom Jesus, meðan dyrnar vóru stongdar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: ?Friður veri við tykkum!? So segði Hann við Tummas: ?Rætt fingur tín higar hygg hendur Mínar! Rætt hond tína higar og stikk hana í síðu Mína! Og ivast ikki, men trúgv!? Tummas svaraði Honum: ?Harri mín og Gud mín!? Jesus segði við hann: ?Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!? Eisini mong onnur tekin, sum ikki eru skrivað í hesi bók, gjørdi Jesus fyri eygum lærisveina Sína. Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit við at trúgva skulu hava lív í navni Hansara. KAPITUL Jesus opinberar Seg triðju ferð fyri lærisveinunum, Spyr tríggjar ferðir Pætur, um hann elskar Hann, Eftirskrift, Eftir hetta opinberaði Jesus Seg aftur fyri lærisveinunum við Tiberiasvatn. Hann opinberaði Seg soleiðis: Símun Pætur, Tummas, sum kallaðist Tvíburi, Natanael úr Kana í Galilea, synir Zebedeus, og tveir aðrir av lærisveinum Hansara vóru saman. Símun Pætur segði tá við teir: ?Eg fari út at fiska.? Teir søgdu við hann: ?Eisini vit koma við tær.? So fóru teir avstað og fóru í bátin; men ta náttina fingu teir einki. Táið nú morgunin var komin, stóð Jesus á strondini; tó vitstu lærisveinarnir ikki, at tað var Jesus. Jesus segði tá við teir: ?Børn, hava tit nakað at eta?? Teir svaraðu Honum: ?Nei.? Hann segði við teir: ?Setið út garnið høgrumegin bátin, so skulu tit fáa!? Teir settu tað tá út, og nú vóru teir ikki mentir at draga tað upp, so nógvur fiskur var í tí. Lærisveinurin, ið Jesus elskaði, segði tá við Pætur: ?Tað er Harrin!? Táið Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtil sín um seg tí hann var nakin og leyp út í vatnið. Men hinir lærisveinarnir komu við bátinum tí teir vóru ikki langt frá landi, bert einar alin og teir sleipaðu garnið við fiskinum eftir sær. Táið teir nú komu á land, sóu teir kolgløður liggja har og fisk á teimum, og breyð. Jesus segði við teir: ?Komið higar við fiski av tí, sum tit fingu nú!? Tá fór Símun Pætur í bátin og dró garnið á land, fult av stórum fiski, og tó at so mangir vóru, skrædnaði garnið ikki. Jesus segði við teir: ?Komið higar og fáið tykkum at eta!? Men eingin av lærisveinunum vágaði sær at spyrja Hann: ?Hvør ert Tú?? Tí teir skiltu, at tað var Harrin. Jesus kom tá og tók breyðið og gav teimum tað, somuleiðis fiskin. Hetta var nú triðja ferðin, Jesus opinberaði Seg fyri lærisveinum Sínum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu. Táið teir høvdu etið, segði Jesus við Símun Pætur: ?Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?? Hann svaraði Honum: ?Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!? Tá segði Hann við hann: ?Føð lomb Míni!? Uppaftur segði Hann við hann, aðru ferð: ?Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?? Hann svaraði Honum: ?Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!? Tá segði Hann við hann: ?Ver hirði hjá seyði Mínum!? Hann segði triðju ferð við hann: ?Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?? Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: ?Hevur tú Meg kæran?? og hann segði við Hann: ?Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!? Tá segði Jesus við hann: ?Føð seyð Mín! Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Táið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvur og fórt, hagar tú vildi; men táið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og annar skal gyrða teg og leiða teg, hagar tú ikki vilt.? Hetta segði Hann fyri at vísa, á hvønn hátt hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og táið Hann hevði sagt hetta, segði Hann við hann: ?Fylg Mær!? Pætur vendi sær og sá, at lærisveinurin, sum Jesus elskaði, kom aftaná, hann, sum lá við bróst Hansara við kvøldmáltíðina og segði: ?Harri! Hvør er tann, ið svíkur Teg?? Táið Pætur nú sá hann, segði hann við Jesus: ?Harri, hvussu verður tá við hesum?? Jesus svaraði honum: ?Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað! Fylg tú Mær!? Tí kom hetta orðið út ímillum brøðurnar: ?Hesin lærisveinur doyr ikki!? Og Jesus hevði tó ikki sagt við hann, at hann skuldi ikki doyggja, men: ?Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað!? Hetta er lærisveinurin, ið vitnar um hetta og hevur skrivað hetta; og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur. Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar. Jónas KAPITUL Jónas verður kallaður, Hann flýggjar, Verður kastaður á sjógvin, Orð HARRANS kom til Jónas, son Amittai; Hann segði: ?Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og tala móti honum! Tí óndskapur teirra er stigin upp fyri andlit Mítt.? Men Jónas helt avstað og ætlaði at flýggja til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS; hann fór til Joppe, og táið hann har fann skip, ið skuldi til Tarsis, greiddi hann flutningsgjaldið og fór umborð til at fara við teimum til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS. Men HARRIN sendi harðveður á sjógvin; ódnarstormur varð á havinum, so skipið var um at ganga burtur. Tá kom ræðsla á skipsmenninar, og teir róptu hvør til gud sín; tað, sum í skipinum var, kastaðu teir út fyri at lætta um tað. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fastasvøvni. Skiparin fór tá til hansara og segði: ?Hvussu fært tú sovið so? Kom upp og rópa til Gud tín! Kanska Gud hugsar um okkum, so vit ganga ikki burtur.? So søgdu teir hvør við annan: ?Komið, latið okkum kasta lut, so vit kunnu fáa at vita, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum!? Teir kastaðu so lut, og luturin fall á Jónas. Tá søgdu teir við hann: ?Sig okkum, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum! Hvat er ørindi títt, og hvaðani kemur tú? Hvørjum landi ert tú úr, og hvørji tjóð ert tú av?? Hann svaraði: ?Eg eri Hebreari, og eg óttist HARRAN, Gud Himmalsins, Hann, sum hevur gjørt havið og turrlendið.? Tá fall stór ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: ?Hví hevur tú gjørt hetta?? Teir vitstu, at hann flýddi frá ásjón HARRANS, tí tað hevði hann sagt teimum. Og teir spurdu hann: ?Hvat skulu vit gera við teg, so sjógvurin kann slætna hjá okkum?? Tí sjógvurin østist meiri og meiri upp. Hann svaraði: ?Takið meg og kastið meg á sjógvin! So fer sjógvurin at slætna hjá tykkum; tí eg veit, at tað er fyri mína skuld, hesin ógvuligi stormur er komin á tykkum.? Menninir royndu nú at rógva aftur til lands; men teir vóru ikki mentir, tí sjógvurin østist meiri og meiri upp ímóti teimum. Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: ?Á HARRI! Lat okkum ikki ganga burtur, fyri tað at hesin maður skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum! Tú, HARRI, hevur jú gjørt, sum Tú vildi!? Síðani tóku teir Jónas og kastaðu hann á sjógvin; tá slætnaði sjógvurin við tað sama. Og stórur ótti fyri HARRANUM fall á menninar; teir ofraðu HARRANUM sláturoffur og gjørdu lyfti. KAPITUL Fiskur gloypir Jónasi, Hann biður, Verður kastaður aftur á land, Men HARRIN læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi, og Jónas var í búki fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur. Jónas bað í búki fisksins til HARRAN Gud sín og segði: ?Eg kallaði á HARRAN í neyð míni, og Hann svaraði mær; úr fangi deyðaríkisins rópti eg, og Tú hoyrdi rødd mína. Tú kastaði meg í djúpið, mitt í havið, og streymurin var rundan um meg; øll brot Tíni og allar bylgjur Tínar løgdu yvir meg. Eg hugsaði: ?Eg eri rikin burt frá eygum Tínum!? Men eg skal aftur sleppa at skoða upp móti heilaga templi Tínum. Vøtnini vóru rundan um meg líka at sálini, djúpið var rundan um meg, tari var vavdur um høvd mítt. Til grundvøllir fjallanna sakk eg niður; sláir jarðarinnar vóru læstar eftir mær í allar ævir. Men Tú førdi lív mítt upp úr grøvini, HARRI Gud mín! Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg HARRAN, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum. Tey, sum halda seg til tómar avgudar, venda miskunn síni bakið. Men eg skal ofra til Tín við takkarrødd; tað, ið eg havi lovað, skal eg halda. Hjá HARRANUM er frelsa.? So spýði fiskurin eftir boði HARRANS Jónas upp á turt land. KAPITUL Jónas í Nineve. Nú kom orð HARRANS aðru ferð til Jónas; Hann segði: ?Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og ber hagar boðskapin, ið Eg gevi tær boð um!? Tá helt Jónas avstað og fór til Nineve, eins og HARRIN hevði sagt við hann. Nineve var stórur staður fyri Gudi, tríggjar dagsferðir langur. Jónas gekk nú eina dagsferð inn í býin og rópti: ?Um fjøruti dagar skal Nineve verða lagdur í oyði!? Tá trúðu Ninevemenn á Gud; teir boðaðu føstu, og tey lótu seg í syrgibúna, bæði stór og smá. Táið kongurin í Nineve fekk hetta at vita, reistist hann úr hásæti sínum, legði kappan av sær, sveipaði seg í syrgibúna og settist í øsku. Og hann læt kunngera í Nineve: ?Eftir boði kongsins og stórmanna hansara mugu hvørki menniskju ella kríatúr neyt og smáfæ leska nakað, ikki njóta mat og ikki drekka vatn. Nei, tey skulu sveipast í syrgibúna, bæði menniskju og kríatúr; og tey skulu rópa til Gud, alt tað tey eru ment og venda við, hvør av óndu leið síni og frá órættinum, ið hongur uppi í hondum hansara. Hvør veit! Tað kundi borið á, at Gud vendi við og angraði, vendi Sær frá brennandi vreiði Síni, so vit gingu ikki til grundar!? Táið nú Gud sá hetta, sum tey gjørdu, at tey vendu við, hvør av ónda vegi sínum, angraði Hann tað illa, ið Hann hevði hótt at lata koma yvir tey, og Hann gjørdi tað ikki. KAPITUL Jónas illur um, at Harrin spardi Nineve. Men hetta dámdi Jónasi ógvuliga illa, og ilt kom í hann. Hann bað til HARRAN og segði: ?Á HARRI! Var tað ikki hetta, eg hugsaði, meðan eg enn var heima í landi mínum! Tí ætlaði eg hina ferðina at flýggja til Tarsis; eg vitsti jú, at Tú ert náðigur og miskunnsamur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn, og at Tú angrar hitt illa! Tak tí nú lív mítt, HARRI! Eg vil fyrr doyggja enn liva!? Men HARRIN segði: ?Er tað beint av tær at vera so illur?? Jónas var farin út úr býnum; hann hevði sett seg eystan fyri býin; har hevði hann gjørt sær leyvhús og sat undir tí í skugganum fyri at síggja, hvussu býnum fór at ganga. Tá læt Gud HARRIN risinusrunn vaksa upp yvir Jónas, til at skugga yvir høvd hansara, so hann kundi verða frægari hýrdur; og Jónas var ógvuliga glaður um risinusrunnin. Men táið lýsti morgunin eftir, læt Gud orm koma og stinga risinusrunnin, so hann følnaði. Og táið sólin kom upp, sendi Gud brennandi heitan eystanvind, og sólin stakk so í høvd Jónasar, at hann fekk maktarloysi; tá ynskti hann sær deyðan og segði: ?Eg vil fyrr doyggja enn liva!? Men Gud segði við Jónas: ?Er tað beint av tær at vera so illur um risinusrunnin?? Hann svaraði: ?Ja, eg havi grund at vera illur, og tað til deyða!? Tá segði HARRIN: ?Tú harmast um risinusrunnin, sum tú einki stríð hevur havt av og ikki fingið at vaksa sum varð til eftir eini nátt og doyði út eftir eini nátt; og Mær skuldi ikki tykst synd í Nineve, hinum stóra staði, har meir enn tólv ferðir tíggju túsund menniskju eru, sum ikki kenna vinstru frá høgru, og nógv kríatúr!? Josva KAPITUL Ísraelsmenn fáa boð um at fara um Jordan, Eisini ættirnar, ið búðu eystan fyri Jordan, Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar: ?Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum! Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum sum Eg lovaði Mósesi. Frá oyðimørkini og Libanon har norðuri líka at Stórá ánni Frat* um alt land Hetita og líka at Stórahavi í vestri skal land tykkara náa. Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum. Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera! Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd. Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.? Josva gav nú umsjónarmonnum fólksins hetta boð: ?Gangið um alt tilhaldið og sigið við fólkið: ?Gerið tykkum ferðakost til! Tí um tríggjar dagar skulu tit fara um Jordan her, so tit kunnu koma inn og taka landið, ið HARRIN Gud tykkara gevur tykkum at eiga.?? Við Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse segði Josva: ?Minnist boðið, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, táið hann segði: ?HARRIN Gud tykkara letur tykkum nú koma til hvílu og gevur tykkum hetta land.? Konur tykkara, børn tykkara og fæ tykkara skulu verða verandi í landinum, sum Móses hevur givið tykkum eystan fyri Jordan; men sjálvir skulu tit, allir, sum vápnaførir eru, fara vápnaðir yvirum á odda hjá brøðrum tykkara og hjálpa teimum, inntil HARRIN letur brøður tykkara koma til hvílu eins og tykkum, og eisini teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum; tá kunnu tit fara aftur til tykkara egna land og búsetast har í landinum, sum Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan, eystan fyri.? Tá svaraðu teir Josva og søgdu: ?Alt tað, ið tú hevur álagt okkum, skulu vit gera, og hagar ið tú sendir okkum, skulu vit fara. Sum vit í øllum hava aktað Móses, so skulu vit akta teg bert HARRIN Gud tín verður við tær, sum Hann var við Mósesi! Hvør tann, ið setur seg upp ímóti boðum tínum og aktar ikki orð tíni í øllum, sum tú áleggur honum, skal lata lív ver bert hugreystur og sterkur!? KAPITUL Njósnararnir og Rahab. Josva, sonur Nun, sendi loyniliga tveir njósnarar úr Sittim og segði: ?Farið og kannið landið, serliga Jeriko!? Teir fóru so avstað og komu inn hjá eini skøkju, ið æt Rahab, og løgdu seg til hvíldar har. Boð vórðu nú borin konginum í Jeriko: ?Higar eru komnir í nátt nakrir Ísraelsmenn at kanna landið!? Tá sendi kongurin í Jeriko boð til Rahab og læt siga: ?Út við monnunum, ið til tín eru komnir, og sum tú hevur hýst! Teir eru komnir at kanna alt landið.? Men kvinnan tók og fjaldi menninar báðar, og so svaraði hon: ?Jú, víst komu menninir til mín, men eg vitsti ikki, hvaðani teir vóru; og í skýmingini, táið portrið skuldi læsast, fóru menninir avstað; eg veit ikki, hvar teir fóru. Skundið tykkum og haldið eftir teimum, so munnu tit fara at fáa teir aftur!? Men hon hevði latið teir fara upp á takið og fjalt teir undir línstelkunum, ið hon hevði liggjandi ristar har á takinum. Menninir hildu nú eftir teimum leiðina at Jordan, til vaðini; og portrið varð stongt, við tað sama sum teir, ið hildu eftir teimum, vóru farnir avstað. Men áðrenn njósnararnir vóru lagstir, fór hon upp á takið til teirra; og hon segði við teir: ?Eg veit, at HARRIN hevur givið tykkum landið; tí ræðsla fyri tykkum er komin á okkum, ja, angist fyri tykkum er á øllum, sum í landinum búgva. Vit hava frætt, hvussu HARRIN turkaði upp vatnið í Reyðahavi fyri tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi, og vit hava frætt tað, ið tit gjørdu við báðar amoritakongarnar hinumegin Jordan, Sihon og Og, sum tit slógu við banni. Táið vit frættu hetta, varð hjarta okkara fult av angist, og eingin er meir, sum hevur mót at fara ímóti tykkum; tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud, bæði uppi í Himli og niðri á jørðini. Gerið mær tí nú eið um HARRAN, at tit skulu vísa fedrahúsi mínum miskunn, eins og eg havi víst tykkum miskunn, og gevið mær álítandi tekin um hetta at tit skulu lata faðir mín og móður mína, brøður og systrar mínar og øll teirra sleppa at liva og bjarga okkum undan deyðanum!? Menninir svaraðu henni: ?Við okkara egna lívi skulu vit svara fyri tykkara! So satt sum tit ongan lata fáa at vita um ørindi okkara, so skulu vit, táið HARRIN gevur okkum landið, vísa tær miskunn og trúfesti.? So sígdi hon teir niður úr vindeyganum í togi; tí hús hennara stóð við býmúrin, hon búði úti við múrin. Og hon segði við teir: ?Haldið í fjøllini, so teir, ið leita eftir tykkum, finna tykkum ikki, og krógvið tykkum har í tríggjar dagar, inntil teir koma aftur! So kunnu tit fara leið tykkara!? Nú søgdu menninir við hana: ?Gert tú ikki, sum vit nú siga, so eru vit leysir frá eiðinum, ið tú lætst okkum svørja: Táið vit koma inn í landið, skalt tú binda henda reyða tráðin í vindeygað, sum tú hevur sígt okkum niður úr, og so savnar tú faðir tín og móður tína, brøður tínar og alla ætt tína inn í húsið til tín. Ein og hvør, ið fer út um húsdyr tínar, blóð hansara skal koma yvir hansara egna høvd, og vit eru sakleysir; men verður hond løgd á nakran, ið hjá tær er í húsinum, so skal blóð hansara koma yvir høvd okkara. Og letur tú nakran fáa nakað at vita um ørindi okkara, so eru vit leysir frá eiðinum, ið tú lætst okkum svørja.? Hon svaraði: ?Latið vera, sum tit siga!? So læt hon teir fara, og teir fóru avstað. Hon bant so tann reyða tráðin í vindeygað. Teir fóru nú og komu sær niðan í fjøllini; har vórðu teir í tríggjar dagar, inntil teir, ið leitaðu, vóru afturvendir. Teir leitaðu allastaðni eftir vegnum, men funnu teir ikki. So fóru teir báðir menninir heimaftur; teir fóru oman úr fjøllunum, gingu um ánna og komu til Josva, son Nun; honum søgdu teir alt, ið hent teir hevði. Og teir søgdu við Josva: ?HARRIN hevur givið alt landið í hendur okkara; øll, sum í landinum búgva, ræðast okkum!? KAPITUL Ísraelsmenn fara um Jordan. Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til reiðar, helt avstað úr Sittim við øllum Ísraelsmonnum og kom at Jordan; har steðgaðu tey náttina av, áðrenn tey fóru yvirum. Men táið tríggir dagar vóru umlidnir, gingu umsjónarmenninir um tilhaldið og góvu fólkinum hetta boð: ?Táið tit síggja sáttmálaørk HARRANS Guds tykkara, og hinar levitisku prestar koma berandi við henni, skulu tit fara, haðani sum tit eru stødd, og fylgja eftir henni. Tó skulu tit lata vera einar alin millum tykkum og hana nærri mugu tit ikki koma henni so tit kunnu vita leiðina, ið tit skulu ganga; tí henda vegin hava tit ikki farið áður.? Og Josva segði við fólkið: ?Halgið tykkum! Tí í morgin fer HARRIN at gera undurverk millum tykkara.? Síðani segði Josva við prestarnar: ?Takið sáttmálaørkina og gangið undan fólkinum!? Teir tóku tá sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum. HARRIN segði við Josva: ?Í dag byrji Eg at gera teg stóran í eygum als Ísraels, so tey skulu vita, at sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær. Tú skalt geva prestunum, ið bera sáttmálaørkina, hetta boð: ?Táið tit eru komnir tætt at vatninum í Jordan, skulu tit steðga har við Jordan!?? Josva segði nú við Ísraelsmenn: ?Komið higar og hoyrið orð HARRANS Guds tykkara!? Og Josva segði: ?Av hesum skulu tit sanna, at hin livandi Gud er mitt ímillum tykkara, og at Hann vissuliga skal reka burt fyri tykkum Kána'anitar, Hetitar, Hevitar, Perizitar, Girgasitar, Amoritar og Jebusitar: Sáttmálaørk Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, fer undan tykkum út í Jordan. Veljið tykkum nú út tólv menn av ættum Ísraels, ein mann fyri hvørja ætt! Og við tað sama sum prestarnir, ið bera ørk HARRANS, Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, stíga føturnar í vatn Jordans, skal vatnið í Jordan vatnið, ið omanfrá kemur steðga, so tað stendur sum veggur.? Táið nú fólkið helt avstað úr tjøldum sínum til at fara um Jordan, við prestunum, ið ørkina bóru, á odda, og teir, ið ørkina bóru, komu at Jordan, og prestarnir, ið ørkina bóru, stigu við fótunum í vatnið innast við land men Jordan fløddi yvir allar bakkar sínar alla heystartíðina tá steðgaði vatnið, ið omanfrá kom, og stóð sum veggur langt burtur, við býin Ádam, sum liggur tætt við Zaretan; men tað, sum rann oman móti vatninum á slættlendinum Salthavi rann heilt burtur. So fór fólkið yvirum, beint yvir av Jeriko. Men prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, stóðu á turrum mitt í Jordan og fluttu seg ikki; og alt Ísrael fór yvirum á turrum, inntil alt fólkið var komið yvir um Jordan. KAPITUL Framhald, Áminningarsteinarnir, Táið nú alt fólkið var komið um Jordan, segði HARRIN við Josva: ?Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt, og gevið teimum hetta boð: ?Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!?? Josva sendi tá boð eftir teimum tólv monnunum, ið hann hevði valt millum Ísraelsmenn einum manni av hvørji ætt og Josva segði við teir: ?Farið fyri ørk HARRANS Guds tykkara mitt út í Jordan og takið hvør sín stein á økslina, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna! Hesir steinar skulu vera tekin millum tykkara. Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja: ?Hvat hava hesir steinar at týða?? skulu tit svara teimum: ?Vatnið í Jordan steðgaði fyri sáttmálaørk HARRANS; táið hon fór út í Jordan, steðgaði vatn Jordans, og hesir steinar skulu til ævigar tíðir vera Ísraelsmonnum minni um hetta.?? Ísraelsmenn gjørdu nú, sum Josva segði við teir; teir tóku tólv steinar upp úr Jordan, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna, og teir bóru teir yvirum við sær, hagar sum teir vórðu verandi ta náttina, og løgdu teir har. Og úti í Jordan, har sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu stillir, har reisti Josva tólv steinar, og teir standa har enn í dag. Prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu úti í Jordan, inntil alt tað, ið HARRIN hevði álagt Josva at siga við fólkið, var fullført á allan hátt eftir tí, sum Móses hevði álagt Josva. Og fólkið skundaði sær at fara yvirum. Táið nú alt fólkið var yvirum komið, fóru ørk HARRANS og prestarnir yvirum og fóru fram um fólkið. Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse fóru vápnaðir yvirum á odda hjá Ísraelsmonnum soleiðis sum Móses hevði sagt við teir; um mans í tali, vápnaðir til bardaga, hildu teir yvir á Jerikoheiðar fyri ásjón HARRANS til bardaga. Henda dagin gjørdi HARRIN Josva stóran í eygum als Ísraels; og tey óttaðust hann alla ævi hansara, júst sum tey høvdu óttast Móses. Nú segði HARRIN við Josva: ?Sig við prestarnar, ið bera vitnisburðarørkina, at teir skulu koma upp úr Jordan!? Josva gav so prestunum hetta boð: ?Komið upp úr Jordan!? Prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, komu nú upp úr Jordan, og tað var ikki meir, enn teir høvdu sett føturnar á turt land, tá fall vatnið í Jordan aftur á stað sítt og fløddi sum frammanundan yvir allar bakkar sínar. Tað var tann tíggjunda í fyrsta mánaði, at fólkið kom upp úr Jordan, og tey reistu tjøldini við Gilgal, eystast í landinum, sum hoyrdi til Jeriko. Har í Gilgal reisti Josva hinar tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið upp úr Jordan. Og hann segði við Ísraelsmenn: ?Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja fedrar sínar: ?Hvat hava hesir steinar at týða?? skulu tit siga børnum tykkara frá tí: ?Ísrael gekk á turrum um Jordan her; tí HARRIN Gud tykkara læt vatnið í Jordan torna upp fyri tykkum, inntil tit vóru yvirum komin, eins og HARRIN Gud tykkara gjørdi við Reyðahav, sum Hann læt torna upp fyri okkum, inntil vit vóru yvirum komin fyri at øll fólk á jørðini skulu sanna, at hond HARRANS er sterk, og fyri at tit allar dagar skulu óttast HARRAN Gud tykkara.?? KAPITUL Kána'anitar ræðast, Ísraelsmenn verða umskornir, Páskir hildnar. Mannað heldur uppat, Høvdingin yvir heri Harrans, Táið nú allir amoritakongarnir, ið vestan fyri Jordan búðu, og allir kána'anitakongarnir, ið búðu við havið, frættu, at HARRIN hevði latið vatnið í Jordan torna upp fyri Ísraelsmonnum, inntil tey vóru yvirum komin, fall ógvulig ræðsla á teir, og teir mistu mótið fyri Ísraelsmonnum. Um hesa tíðina segði HARRIN við Josva: ?Ger tær steinknívar og umsker Ísraelsmenn av nýggjum!? Josva gjørdi sær tá steinknívar og umskar Ísraelsmenn við Yvirhúðaheyggj. Grundin til at Josva umskar teir, var hetta: Alt fólkið, ið út av Egyptalandi fór, var deytt í oyðimørkini á vegnum úr Egyptalandi allir vápnaførir menn. Víst var alt fólkið, ið út fór, umskorið; men fólkið, ið føtt var í oyðimørkini, á vegnum úr Egyptalandi, var alt óumskorið. Ísraelsmenn høvdu jú ferðast í oyðimørkini fjøruti ár, inntil alt fólkið, ið út av Egyptalandi fór, var deytt allir vápnaførir menn; teir høvdu ikki aktað rødd HARRANS, og tí svór HARRIN, at Hann skuldi ikki lata teir síggja landið, ið HARRIN við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva okkum land, ið flýtur í mjólk og hunangi. Men synir teirra, sum Hann hevði latið vaksa upp í teirra stað, teir umskar Josva; tí teir vóru óumskornir teir vóru ikki umskornir á vegnum. Táið so alt fólkið var umskorið, hildu tey seg í friði, har sum tey vóru, í tilhaldinum, inntil teir vóru frískir aftur. Men HARRIN segði við Josva: ?Í dag havi Eg velt av tykkum vanæru Egyptalands!? Síðani tá hevur hetta stað verið rópt Gilgal sum tað eitur enn í dag. Meðan Ísraelsmenn høvdu tilhald í Gilgal, hildu tey páskir, um kvøldið tann fjúrtanda í mánaðinum, á Jerikoheiðum. Dagin eftir páskir ótu tey av grøði landsins; ósúrgað breyð og bakað korn ótu tey henda dagin. Dagin eftir helt mannað uppat, tí nú ótu tey av grøði landsins; Ísraelsmenn fingu ikki manna eftir hetta, nei, tað árið ótu tey av grøði Kána'anslands. Meðan Josva var staddur við Jeriko, hendi hetta: Honum var hyggjandi upp, og hann fekk tá at síggja mann, ið stóð framman fyri honum við drignum svørði í hondini; Josva fór yvir til hansara og segði: ?Ert tú ein av okkara monnum ella ein av fíggindum okkara?? Hann svaraði: ?Hvørki! Eg eri høvdingin yvir heri HARRANS nú eri eg komin!? Tá fall Josva til jarðar á andlit sítt og tilbað; so segði hann við hann: ?Hvat hevur harri mín at siga tænara sínum?? Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: ?Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!? Josva so gjørdi. KAPITUL Jeriko verður tikin. Jeriko helt portur síni stongd og væl afturlatin fyri Ísraelsmonnum; eingin fór út, og eingin kom inn. Tá segði HARRIN við Josva: ?Eg havi givið Jeriko og kongin og teir djørvu hermenn har í hendur tínar. Lat nú allar vápnaførar menn ganga rundan um býin eina ferð rundan um hann! Hetta skalt tú gera í seks dagar. Sjey prestar skulu bera sjey harðblásturslúðrar fyri ørkini. Men sjeynda dagin skulu tit ganga sjey ferðir rundan um býin, og prestarnir skulu blása í lúðrarnar. Táið teir tá blása í harðblásturslúðurin og toyggja á ljóðið, skal alt fólkið táið tit hoyra lúðraljóðið skera í hart herróp; so skal býmúrurin rapla í grund, og fólkið kann fara inn um hann, hvør beint har sum hann er staddur.? Josva, sonur Nun, sendi nú boð eftir prestunum og segði við teir: ?Tit skulu bera sáttmálaørkina, og sjey prestar skulu bera sjey harðblásturslúðrar undan ørk HARRANS.? Við fólkið segði hann: ?Farið og gangið rundan um býin teir, ið vápnaðir eru, skulu ganga undan ørk HARRANS!? Táið nú Josva hevði sagt hetta við fólkið, fóru teir avstað, teir sjey prestarnir, ið bóru tær sjey harðblásturslúðrarnar fyri ásjón HARRANS; teir blástu í lúðrarnar, og sáttmálaørk HARRANS fór aftan á teimum. Teir, ið vápnaðir vóru, gingu undan prestunum, sum blástu í lúðrarnar, og teir, ið aftastir vóru, fylgdu eftir ørkini; blást varð í lúðrarnar alla tíðina. Men Josva hevði sagt við fólkið: ?Tit mugu ikki skera í herróp og ikki lata upp munnin; tit mugu ikki tala orð, fyrrenn tann dag ið eg sigi við tykkum: ?Rópið nú!? Tá skulu tit rópa.? So læt hann ørk HARRANS bera rundan um býin eina ferð rundan um hann; síðani fóru teir aftur í tilhaldið og vóru har um náttina. Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til, og prestarnir bóru ørk HARRANS. Og teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey harðblásturslúðrarnar undan ørk HARRANS, gingu og blástu í lúðrarnar alla tíðina; teir, ið vápnaðir vóru, gingu undan teimum, og teir, ið aftastir vóru, fylgdu eftir ørk HARRANS; blást varð í lúðrarnar alla tíðina. Á sama hátt gingu teir annan dagin eina ferð rundan um býin og fóru so aftur í tilhaldið; hetta gjørdu teir í seks dagar. Men sjeynda dagin fóru teir árla upp, við tað sama sum fór at lýsa, og gingu sjey ferðir rundan um býin; teir bóru seg at á sama hátt sum áður; bert gingu teir henda dagin sjey ferðir rundan um býin. Táið nú prestarnir sjeyndu ferðina blástu í lúðrarnar, segði Josva við fólkið: ?Rópið nú! Tí HARRIN hevur givið tykkum staðin. Og staðurin og alt, sum í honum er, skal verða HARRANUM vígt og skal bannlýsast; bert skøkjan Rahab skal sleppa at liva, hon og øll tey, sum í húsinum hjá henni eru aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið vit sendu. Men varðið tykkum væl fyri tí bannlýsta, so tit ikki, eftir at tit hava bannlýst, taka nakað av tí bannlýsta og soleiðis gera, at allur herur Ísraels kemur undir bann, og volda honum vanlukku! Men alt silvur og gull og alt tað, ið er av kopari og jarni, skal vera HARRANUM halgað og koma í skattkamar HARRANS.? Fólkið skar nú í herróp, og teir blástu í lúðrarnar; táið fólkið hoyrdi lúðraljóðið, skóru teir í ógvuligt róp; tá raplaði múrurin í grund, og fólkið gekk inn í býin, hvør beint har sum hann var staddur. Soleiðis tóku teir býin. Teir slógu við banni alt tað, sum í býnum var; bæði menn og kvinnur, bæði ung og gomul, bæði neyt, smáfæ og esil høgdu teir niður við svørði. Men við menninar báðar, sum høvdu kannað landið, segði Josva: ?Farið inn í hús skøkjunnar og leiðið út haðani bæði kvinnuna og øll hennara soleiðis sum tit við eiði hava lovað henni!? Hinir ungu menninir, ið njósnað høvdu, fóru tá inn og leiddu Rahab út úr húsinum og somuleiðis faðir og móður hennara og brøður hennara og øll, ið henni hoyrdu til; alla ætt hennara leiddu teir út og lótu tey sleppa at vera einastaðni uttan fyri tilhald Ísraels. Býin og alt, sum í honum var, brendu teir; bert silvurið og gullið og alt, ið var av kopari og jarni, løgdu teir í skattkamar húss HARRANS. Men skøkjuna Rahab og fedrahús hennara og øll, ið henni hoyrdu til, læt Josva sleppa at liva; hon varð búgvandi millum Ísraelsmenn líka til henda dag aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið Josva hevði sent at kanna Jeriko. Tá læt Josva fólkið svørja henda eið: ?Bannaður fyri ásjón HARRANS veri tann maður, ið fer undir at byggja upp aftur henda bý, Jeriko! Frumborna son sín skal hann missa, táið hann grundar hann, og yngsta son sín skal hann missa, táið hann reisir portrini!? Soleiðis var HARRIN við Josva, og orðið um hann kom út um alt landið. KAPITUL Misbrot Akans, Ósigur Ísraelsmanna við Ai, Men Ísraelsmenn bóru seg trúleyst at við hitt bannlýsta; Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera, av ætt Juda, hann tók nakað av tí bannlýsta. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísraelsmonnum. Josva sendi nú úr Jeriko nakrar menn til Ai, sum liggur við Bet-Aven, eystan fyri Betel, og segði við teir: ?Farið og kannið landið!? So fóru menninir og kannaðu Ai. Táið teir komu aftur til Josva, søgdu teir við hann: ?Lat ikki alt fólkið fara hagar! Okkurt um tvey ella trý túsund mans kunnu fara og taka Ai; tær nýtist ikki at ómaka alt fólkið at fara hagar, tí teir eru so fáir!? Einir mans av fólkinum fóru tá hagar; men teir flýddu fyri monnunum í Ai. Og menninir í Ai drópu einar mans av teimum og hildu eftir teimum frá portrinum líka at grótbrotunum og høgdu teir niður í líðini; tá fall ræðsla á fólkið, og teir mistu so heilt mótið. Josva skræddi klæði síni og fall til jarðar á andlit sítt framman fyri ørk HARRANS; har lá hann líka til kvølds, bæði hann og hinir elstu í Ísrael, og teir stroyddu mold á høvd síni. Og Josva segði: ?Á Harri HARRI! Hví lætst Tú hetta fólk fara um Jordan, táið Tú ætlaði at geva okkum í hendur Amorita og lata okkum ganga til grundar? Høvdu vit bert gjørt av at verða verandi hinumegin Jordan! Hoyr meg, Harri! Hvat skal eg siga, nú Ísrael hevur noyðst at flýggja fyri fíggindum sínum! Táið Kána'anitar og allir, sum í landinum búgva, fáa hetta at frætta, so kringseta teir okkum og strika út navn okkara av jørðini! Og hvat fert Tú tá at gera við stóra navn Títt!? Men HARRIN svaraði Josva: ?Reis teg! Hví liggur tú her á andliti tínum! Ísrael hevur syndað og brotið sáttmála Mín, sum Eg gjørdi við teir; teir hava tikið av tí bannlýsta; teir hava stolið og fjalt tað stolna; teir hava fjalt tað millum tað, sum teir hava í viðføri. Tí kunnu Ísraelsmenn ikki standa seg móti fíggindum sínum, men noyðast at flýggja fyri teimum tí teir eru sjálvir komnir undir bann; fáa tit ikki alt tað bannlýsta burtur frá tykkum, so verði Eg ikki við tykkum longur! Reis teg tí, lat fólkið halga seg, sig við tey: ?Halgið tykkum til í morgin! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: ?Bannlýst góðs er hjá tær, Ísrael! Tú kanst ikki standa teg ímóti fíggindum tínum, fyrrenn tit fáa alt tað bannlýsta burtur frá tykkum!? Í morgin ári skulu tit stíga fram, ein ættin fyri og onnur eftir; tann ætt, ið HARRIN tá letur verða rakta, skal stíga fram, ein slektin fyri og onnur eftir; tann slekt, ið HARRIN so letur verða rakta, skal stíga fram, eitt húsið fyri og annað eftir; og tað hús, ið HARRIN nú letur verða rakt, skal stíga fram, maður eftir mann. Tann, ið tá tað bannlýsta verður funnið hjá, skal verða brendur, bæði hann og alt, ið hansara er, aftur fyri at hann hevur brotið sáttmála HARRANS og gjørt skemdargerð í Ísrael!?? Tíðliga morgunin eftir læt so Josva Ísrael stíga fram, eina ættina fyri og aðra eftir; og ætt Juda varð rakt. So læt hann slektirnar í Juda stíga fram, og zera'itaslektin varð rakt. Nú læt hann zera'itaslektina stíga fram, mann eftir mann, og Zabdi varð raktur. Síðani læt hann hús hansara stíga fram, mann eftir mann, og Akan, sonur Karmi, son Zabdi, son Zera, av ætt Juda, varð raktur. Tá segði Josva við Akan: ?Sonur mín! Gev HARRANUM Gudi Ísraels dýrdina og játta fyri Honum sig mær, hvat tú hevur gjørt, dyl einki fyri mær!? Akan svaraði Josva: ?Ja, víst havi eg syndað móti HARRANUM Gudi Ísraels! Hetta er tað, ið eg havi gjørt: Eg sá uppi í herfonginum dýran bábyloniskan kappa, seklar av silvuri og eina gulltungu, ið vigaði seklar; hesum fekk eg hug á og tók tað; tað liggur grivið niður í jørðina undir tjaldi mínum, silvurið niðast.? Josva sendi nú nakrar menn avstað, og teir skundaðu sær til tjaldið; har funnu teir tað fjalt í tjaldi hansara, silvurið niðast. Teir tóku tað tá út úr tjaldinum og høvdu tað við sær til Josva og allar Ísraelsmenn og løgdu tað fram fyri ásjón HARRANS. Josva og alt Ísrael saman við honum tóku nú Akan, son Zera, og silvurið, kappan og gulltunguna, synir og døtur hansara, neyt, esil, smáfæ og tjald hansara og alt, ið hann átti, og fóru niðan í Akorsdal* við tí. Og Josva segði: ?Hví hevur tú komið okkum í vanlukku? Í dag skal HARRIN koma tær í vanlukku!? So steinaði alt Ísrael hann, og teir brendu og steinaðu tey.* Síðani laðaðu teir yvir hann stóra grótrúgvu, sum er har enn í dag. Tá helt brennandi vreiði HARRANS uppat. Av hesum fekk hetta stað navnið Akorsdalur, og tað eitur tað enn í dag. KAPITUL Ai verður tikin, Josva reisir altar á Ebalsfjalli, Skrivar upp lógina, Lesur hana upp, Nú segði HARRIN við Josva: ?Óttast ikki og ver ikki ræddur! Tak alt herfólkið við tær, ger teg til reiðar og far ímóti Ai! Eg havi givið kongin í Ai og fólk hansara, bý hansara og land hansara í hendur tínar. Tú skalt gera tað sama við Ai og kongin har, sum tú gjørdi við Jeriko og kongin har; men góðsið, ið tit ræna har, kunnu tit hava sjálvir sum herfong, somuleiðis fæið har. Legg nú menn á lúr vestan fyri býin!? Tá gjørdi Josva og alt herfólkið seg til og hildu móti Ai. Josva valdi út mans, djarvar hermenn, og sendi teir avstað um náttina. Hann gav teimum hetta boð: ?Nú skulu tit leggja tykkum á lúr aftan fyri býin, ikki ov langt frá honum, og verið allir til reiðar! Men eg og alt tað fólkið, ið hjá mær er, vit skulu nærkast býnum, og táið teir tá halda út ímóti okkum sum hina fyrru ferðina, skulu vit flýggja undan teimum. So fara teir at koma út aftan á okkum, so vit fáa lokkað teir burtur frá býnum; tí teir fara at hugsa: ?Teir flýggja fyri okkum sum hina fyrru ferðina!? Men táið vit nú flýggja fyri teimum, skulu tit leypa fram, haðani sum tit liggja á lúri, og taka býin, og HARRIN Gud tykkara skal geva hann í hendur tykkara. Táið tit tá hava tikið býin, skulu tit seta eld á hann; tit skulu gera eftir orði HARRANS. Nú havi eg sagt tykkum tað, ið tit skulu gera!? So sendi Josva teir avstað, og teir fóru og løgdu seg á lúr millum Betel og Ai, vestan fyri Ai. Men Josva sjálvur varð verandi hjá fólkinum ta náttina. Tíðliga morgunin eftir kannaði Josva fólkið, og hann og hinir elstu í Ísrael fóru á odda hjá fólkinum móti Ai. Alt herfólkið, ið við honum var, fór hagar, og teir hildu fram, inntil teir vóru beint fyri býnum; har tóku teir støðu, norðan fyri Ai, og høvdu dalin millum seg og Ai. Og hann tók um mans og legði teir á lúr millum Betel og Ai, vestan fyri býin. Síðani fylktu teir herfólkið, bæði allan herin, ið norðan fyri býin var, og tann partin, ið lá á lúri vestan fyri býin; men Josva fór hesa somu náttina mitt oman í dalin. Táið kongurin í Ai sá hetta, skundaðu býmenninir sær, hann sjálvur og alt fólk hansara, og herjaðu tíðliga um morgunin á til bardaga móti Ísrael á tí ásetta staðnum eystan fyri slættlendið; men hann vitsti ikki, at menn lógu á lúri móti honum vestan fyri býin. Táið nú Josva og alt Ísrael lótust at tapa fyri teimum og flýddu yvir ímóti oyðimørkini, varð alt fólkið í býnum stevnt saman at halda aftan á teimum, og meðan teir eltu Josva, komu teir longur og longur burtur frá býnum. Ikki ein maður varð eftir í Ai og Betel; teir hildu allir avstað eftir Ísrael; býin lótu teir standa opnan eftir seg, meðan teir eltu Ísrael. Tá segði HARRIN við Josva: ?Rætt spjótið, ið tú hevur í hondini, út móti Ai! Tí Eg gevi býin í hendur tínar.? Josva rætti tá spjótið, ið hann hevði í hondini, út móti býnum. Við tað sama sum hann rætti út hondina, hildu teir avstað, sum lógu á lúri, haðani sum teir lógu; teir vóru kvikir og komu inn í býin og tóku hann og skundaðu sær síðani at seta eld á hann. Táið nú menninir úr Ai vendu sær á, sóu teir roykin av býnum stíga upp móti himli; og teir fingu ongan veg flýtt, hvørki higar ella hagar; tí herfólkið, sum flýtt hevði í oyðimørkina, vendi sær nú móti teimum, ið eltu teir. Tí táið Josva og alt Ísrael sóu, at teir, ið høvdu ligið á lúri, høvdu tikið býin, og at roykurin av býnum steig upp, vendu teir sær og gjørdu álop á menninar úr Ai. Og hinir hildu út úr býnum ímóti teimum, so at teir komu mitt ímillum Ísraelsmenn og fingu teir rundan um seg frá báðum síðum. So høgdu teir teir niður og lótu ikki so mikið sum ein sleppa undan og bjarga sær. Men kongin í Ai tóku teir livandi og komu til Josva við honum. Táið Ísrael nú úti á opnari mark, í oyðimørkini, hevði høgt niður allar teir, sum í Ai búðu, og sum høvdu elt teir hagar, og teir allir, líka til síðsta mann, vóru falnir fyri svørði, tá fór alt Ísrael aftur til Ai og høgdi niður við svørði øll, ið har vóru. Tey, ið fullu henda dagin, menn og kvinnur, vóru øll, sum í Ai búðu. Josva tók ikki aftur hond sína, sum hann hevði rætt út við spjótinum, fyrrenn hann hevði sligið við banni øll, sum í Ai búðu. Bert fæið og góðsið, ið teir rændu í hesum býi, hevði Ísrael sum herfong eftir orði HARRANS, soleiðis sum Hann hevði sagt við Josva. Josva brendi Ai av og gjørdi hann til ævigan eyrdunga til ta oyðimørk, ið hann er enn í dag. Men kongin í Ai læt hann heingja á træ, og har hekk hann til kvølds; táið sólin gekk undir, segði Josva við teir, at teir skuldu taka lík hansara niður av trænum og tveita tað uttan fyri býportrið; har laðaðu teir yvir hann stóra grótrúgvu, sum er har enn í dag. Tá reisti Josva HARRANUM Gudi Ísraels altar á Ebalsfjalli, soleiðis sum tænari HARRANS Móses hevði álagt Ísraelsmonnum eftir tí, ið skrivað stendur í lógbók Mósesar, altar av óhøgdum gróti, sum einki jarnamboð var sett á; á tí ofraðu teir HARRANUM brennioffur og drópu takkoffur. Og hann læt har á steinarnar seta avskrift av Móselóg lógini, ið Móses hevði skrivað og lagt fram fyri Ísraelsmenn. Og alt Ísrael við elstu, umsjónarmonnum og dómarum sínum stóð báðumegin ørkina, beint yvir av hinum levitisku prestunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS alt Ísrael, bæði hini fremmandu og Ísraelsmenn, onnur helvtin yvir ímóti Garizimsfjalli, og onnur yvir ímóti Ebalsfjalli soleiðis sum tænari HARRANS Móses áður hevði givið boð um at signa Ísraelsfólk. Síðani las hann upp øll orðini í lógini, signingina og bannið á allan hátt so sum skrivað stendur í lógbókini. Ikki var eitt orð av øllum, ið Móses hevði givið boð um, sum Josva ikki las upp fyri allari samkomu Ísraels við bæði kvinnum og børnum og fyri hinum fremmandu, ið við teimum vóru komin. KAPITUL Svikabragd Gibeonita. Táið teir nú fingu hetta at frætta, allir kongarnir, ið vestan fyri Jordan búðu, í fjallalandinum, í láglendinum og fram við øllum Stórahavi heilt upp at Libanon Hetitar, Amoritar, Kána'anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar savnaðust teir allir sum ein til at fara í bardaga móti Josva og Ísrael. Men táið teir, sum í Gibeon búðu, hoyrdu tað, ið Josva hevði gjørt við Jeriko og Ai, nýttu teir fyri sín part svik: Teir fóru avstað og lótust at vera sendimenn, løgdu gamlar sekkir á esil síni og gamlar, skrædnaðar og bøttar vínsekkir, fóru í gamlar, bøttar skógvar og lótu seg í útslitin klæði; og alt breyðið, ið teir høvdu til ferðakost, var turt og molnað sundur. Soleiðis komu teir til Josva í tilhaldið við Gilgal og søgdu við hann og Ísraelsmenn: ?Vit koma úr landi langt burtur; ger nú sáttmála við okkum!? Ísraelsmenn svaraðu Hevitum: ?Kanska tit búgva her mitt ímillum okkara hvussu kunnu vit tá gera sáttmála við tykkum!? Men teir søgdu við Josva: ?Vit skulu vera tænarar tínir!? Tá spurdi Josva teir: ?Hvørjir eru tit, og hvaðani koma tit?? Teir svaraðu: ?Úr einum landi langt, langt burtur eru tænarar tínir komnir fyri navns HARRANS Guds tíns skuld; tí vit hava hoyrt orðið, ið gongur um Hann og alt tað, ið Hann gjørdi í Egyptalandi, og alt tað, ið Hann gjørdi við báðar amoritakongarnar eystan fyri Jordan, Sihon, kongin í Hesbon, og Og, kongin í Basan, sum búði í Astarot. Tí søgdu hinir elstu okkara og allir, sum í landi okkara búgva, við okkum: ?Takið ferðakost við tykkum og farið ímóti teimum og sigið við teir: ?Vit skulu vera tænarar tykkara gerið nú sáttmála við okkum!?? Her síggja tit breyð okkara; tað var heitt, táið vit tóku tað við okkum heimanfrá til ferðakost, tann dagin ið vit fóru avstað at koma til tykkara, og hyggið nú, hvussu turt og sundurmolnað tað er! Her síggja tit vínsekkir okkara; teir vóru nýggir, táið vit fyltu teir, og nú eru rivur komnar á teir! Og her síggja tit klæði og skógvar okkara; tey eru útslitin á hesi longu, longu ferð!? Tá tóku menninir og smakkaðu ferðakost teirra; men HARRAN spurdu teir ikki til ráðs. Og Josva tilsegði teimum frið og gjørdi sáttmála við teir um, at teir skuldu sleppa at liva; hetta lovaðu høvdingar samkomunnar teimum við eiði. Men tríggjar dagar eftir at teir høvdu gjørt sáttmála við teir, fingu teir at vita, at teir høvdu heima har nærhendis og búðu mitt ímillum teirra. Tí táið Ísraelsmenn hildu longur fram, komu teir triðja dagin til býir teirra, sum vóru Gibeon, Kefira, Be'erot og Kirjat-Jearim. Men Ísraelsmenn drópu teir ikki, av tí at høvdingar samkomunnar við eiði um HARRAN Gud Ísraels høvdu lovað teimum frið. Tá knarraði øll samkoman móti høvdingunum. Men allir høvdingarnir søgdu við alla samkomuna: ?Vit hava við eiði um HARRAN Gud Ísraels lovað teimum frið, so nú kunnu vit ikki leggja hond á teir. Men hetta skulu vit gera við teir, táið vit nú spara lív teirra, so ikki vreiði skal koma yvir okkum fyri eiðin, ið vit hava svorið teimum: Teir skulu sleppa at liva? søgdu høvdingarnir við tey ?men teir skulu høgga við og bera vatn fyri alla samkomuna!? Og øll samkoman gjørdi, sum høvdingarnir høvdu sagt. So kallaði Josva teir fyri seg og segði við teir: ?Hví sviku tit okkum og søgdu: ?Vit búgva langt, langt burtur frá tykkum!? táið tit búgva her mitt ímillum okkara? Bannaðir skulu tit nú vera aftur fyri; eingin av tykkum skal sleppa undan at vera trælur og høgga við og bera vatn til hús Guds míns!? Teir svaraðu Josva og søgdu: ?Tænarar tínir høvdu fingið at vita, at HARRIN Gud tín hevur sagt við Móses, tænara Sín, at Hann skuldi geva tykkum alt landið og týna øll tey, sum í landinum búgva, fyri tykkum; tá vórðu vit so ræddir fyri, at tit fóru at drepa okkum; tí gjørdu vit hetta. Men nú eru vit í hondum tínum; ger við okkum tað, ið gott og rætt er í eygum tínum!? Hann gjørdi tá so* við teir; hann frelsti teir úr hondum Ísraelsmanna, so teir drópu teir ikki; men Josva gjørdi teir sama dag til viðhøggarar og vatnberarar hjá samkomuni og við altar HARRANS, á staðnum, ið Hann fór at velja Sær. Og tað eru teir enn í dag. KAPITUL Sigur á kána'anitiskum kongum, Sunnari parturin av Kána'an verður tikin, Táið Adoni-Zedek, kongurin í Jerúsalem, frætti, at Josva hevði tikið Ai og sligið hann við banni og gjørt tað sama við Ai og kongin har, sum hann hevði gjørt við Jeriko og kongin har, og at teir, sum búðu í Gibeon, høvdu gjørt frið við Ísrael og búðu mitt ímillum teirra, vórðu teir ógvuliga ræddir; tí Gibeon var stórur staður, sum ein av kongabýunum, størri enn Ai, og allir menninir har vóru djarvir hermenn. Adoni-Zedek, kongurin í Jerúsalem, sendi tí boð til Hoham, kongin í Hebron, til Piream, kongin í Jarmut, til Jafia, kongin í Lakis, og til Debir, kongin í Eglon, og læt siga: ?Komið higar til mín og hjálpið mær, so vit vinna Gibeon! Tí teir hava gjørt frið við Josva og Ísraelsmenn.? Teir tóku seg nú saman, hesir fimm amoritakongarnir kongurin í Jerúsalem, kongurin í Hebron, kongurin í Jarmut, kongurin í Lakis og kongurin í Eglon og hildu avstað við herum sínum; teir tóku støðu rundan um Gibeon og gjørdu álop á hann. Tá sendu teir, sum í Gibeon búðu, boð til Josva í tilhaldið við Gilgal og lótu siga: ?Slá ikki hondina av tænarum tínum, kom sum skjótast til okkara og bjarga okkum og hjálp okkum! Tí allir amoritakongarnir, sum í fjallalandinum búgva, hava tikið seg saman ímóti okkum.? Josva fór tá úr Gilgal við øllum herfólki sínum, øllum hinum djarvastu hermonnum sínum. HARRIN segði við Josva: ?Ræðst teir ikki! Eg havi givið teir í hendur tínar; ikki ein teirra skal vera førur fyri at standa seg ímóti tær!? Josva kom nú óvart á teir; hann gekk alla náttina, eftir at hann var farin avstað úr Gilgal. Og HARRIN sló teir við ræðslu fyri Ísrael, so teir lógu undir fyri teimum við Gibeon, og tað til lítar; síðani eltu teir teir vegin niðan til Bet-Horon og høgdu teir niður líka til Azeka og Makkeda. Sum teir nú flýddu fyri Ísrael og vóru á leið oman úr Bet-Horon, læt HARRIN detta niður yvir teir av himli stórar steinar, sum drópu teir, allan vegin líka til Azeka; teir, ið doyðu av grótheglinginum, vóru fleiri enn teir, ið Ísraelsmenn drópu við svørði. Tá tann dagin ið HARRIN gav Amoritar í hendur Ísraelsmanna talaði Josva við HARRAN og segði, so alt Ísrael hoyrdi: ?Sól, statt still í Gibeon, og tú, máni, í Ajalonsdali!? Og sólin stóð still, og mánin steðgaði, inntil fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. So stendur jú skrivað í ?Bók hinna sannhjartaðu?. Sólin varð standandi mitt á himli og hevði ongan skund at fara niður nærum heilan dag. Hvørki fyri ella eftir hevur verið dagur hesum líkur, ein dagur, ið HARRIN gjørdi eftir orðum eins mans tí HARRIN bardist fyri Ísrael! Síðani fór Josva við øllum Ísrael aftur til tilhaldið við Gilgal. Men hinir fimm kongarnir flýddu og krógvaðu seg í hellinum við Makkeda. Boð vórðu tá borin Josva: ?Hinir fimm kongarnir eru funnir; teir hava krógvað seg í hellinum við Makkeda.? Josva segði: ?Veltið stórar steinar fyri hellismunnan og setið menn at halda vakt har! Men sjálvir mugu tit ikki steðga; haldið aftan á fíggindum tykkara, og høggið niður teir, ið aftastir eru av teimum, latið teir ikki náa inn í býir sínar! Tí HARRIN Gud tykkara hevur givið teir í hendur tykkara.? Táið nú Josva og Ísraelsmenn høvdu vunnið ógvuliga stóran sigur á teimum og gjørt heilt enda á teimum bert nakrir fáir av teimum komust undan og náddu inn í teir víggirdu staðirnar tá kom alt fólkið í friði aftur til Josva í tilhaldið við Makkeda, og eingin vágaði sær at tala orð móti Ísraelsmonnum uppaftur. Tá segði Josva: ?Opnið hellismunnan og leiðið hasar fimm kongar út til mín!? Teir so gjørdu og leiddu hinar fimm kongarnar út úr hellinum til hansara kongin í Jerúsalem, kongin í Hebron, kongin í Jarmut, kongin í Lakis og kongin í Eglon. Táið teir nú høvdu leitt hesar kongar út til Josva, kallaði Josva allar menn Ísraels saman og segði við herhøvdingarnar, ið við honum høvdu verið: ?Komið higar og setið fótin á hálsin á hesum kongum!? Teir komu nú og settu fótin á háls teirra. So segði Josva við teir: ?Óttist ikki og ræðist ikki, verið hugreystir og sterkir! So skal HARRIN gera við allar fíggindar tykkara, sum tit koma í bardaga við!? So læt Josva teir høgga niður og drepa og heingja upp á fimm trø; har vórðu teir hangandi líka til kvølds. Men um sólsetur segði Josva við menn sínar, at teir skuldu taka teir niður av trøunum og kasta teir inn í hellið, sum teir høvdu krógvað seg í; fyri hellismunnan løgdu teir stórar steinar, sum liggja har enn í dag. Sama dag tók Josva Makkeda og sló býin við svørði, og kongin har og hvørja sál, ið har var, sló hann við banni; hann læt ongan liva og sleppa undan; hann gjørdi við kongin í Makkeda, sum hann hevði gjørt við kongin í Jeriko. Úr Makkeda fór Josva við øllum Ísrael til Libna og herjaði á Libna. HARRIN gav eisini henda bý og kongin har í hendur Ísraels; teir slógu hann við svørði og høgdu niður hvørja sál, ið har var; hann læt ongan liva og sleppa undan; hann gjørdi við kongin har, sum hann hevði gjørt við kongin í Jeriko. So fór Josva við øllum Ísrael úr Libna til Lakis, tók støðu móti býnum og herjaði á hann. HARRIN gav Lakis í hendur Ísraels, so teir tóku býin annan dagin og slógu hann við svørði og høgdu niður hvørja sál, ið har var júst sum teir høvdu gjørt við Libna. Tá kom Horam, kongurin í Gezer, Lakis til hjálpar; men Josva feldi hann og fólk hansara og læt ongan av teimum liva og sleppa undan. Úr Lakis fór Josva við øllum Ísrael til Eglon; og teir tóku støðu móti býnum og herjaðu á hann. Teir tóku býin sama dag og slógu hann við svørði; hvørja sál, ið har var, sló hann við banni sama dag júst sum hann hevði gjørt við Lakis. Síðani fór Josva við øllum Ísrael úr Eglon til Hebron; teir herjaðu á býin og tóku hann og slógu hann við svørði, bæði hann og kongin har og allar býirnar, ið til hansara hoyrdu, og høgdu niður hvørja sál, ið har var; hann læt ongan liva og sleppa undan júst sum hann hevði gjørt við Eglon; býin og hvørja sál, ið har var, sló hann við banni. So vendi Josva sær við øllum Ísrael móti Debir og herjaði á býin. Hann tók hann og kongin har og allar býirnar, ið til hansara hoyrdu; teir slógu teir við svørði, og hvørja sál, ið har var, slógu teir við banni; hann læt ongan liva og sleppa undan; sum hann hevði gjørt við Hebron, og sum hann hevði gjørt við Libna og kongin har, so gjørdi hann við Debir og kongin har. Soleiðis tók Josva alt landið, bæði fjallalandið, Suðurlandið, láglendið og líðirnar, og feldi allar kongarnar har; hann læt ongan liva ella sleppa undan; alt, ið dró anda, sló hann við banni soleiðis sum HARRIN Gud Ísraels hevði givið boð um. Alt landið, líka úr Kades-Barnea til Gaza, og allan landspartin Gosen, líka til Gibeon, legði Josva undir seg. Allar hesar kongar og land teirra vann Josva alt í einum tí HARRIN Gud Ísraels bardist fyri Ísrael. Síðani fór Josva við øllum Ísrael aftur í tilhaldið við Gilgal. KAPITUL Norðari parturin av Kána'an verður tikin, Um, hvussu landið varð tikið, Anakitar oyddir, Táið Jabin, kongurin í Hazor, frætti hetta, sendi hann boð til Jobab, kongin í Madon, til kongin í Simron, til kongin í Aksaf og til kongarnar, ið búðu fyri norðan, í fjallalandinum, á slættlendinum sunnan fyri Kinneret, í láglendinum og á Dorhæddum úti við havið, til Kána'anitar, bæði fyri eystan og fyri vestan, til Amoritar, Hetitar, Perizitar og Jebusitar í fjallalandinum og til Hevitar niðri undir Hermon í Mizpalandi. Teir hildu tá avstað við øllum herum sínum; tað var mannfjøld, so mikil í tali sum sandur á sjóvarstrond, og hestar og vagnar í hópatali. Allir hesir kongar tóku seg saman og komu og tóku allir støðu við Meromsvatn at berjast við Ísrael. Tá segði HARRIN við Josva: ?Ræðst teir ikki! Um hesa tíðina í morgin skal Eg lata teir allar liggja falnar framman fyri Ísrael; hestum teirra skalt tú skera hásinurnar av á, og vagnar teirra skalt tú brenna.? Josva við øllum heri sínum kom nú óvart á teir við Meromsvatn og gjørdi álop á teir. Og HARRIN gav teir í hendur Ísraels; teir vunnu sigur á teimum og eltu teir líka til Stóra Zidon og til Misrefot-Majim og líka eystur í Mizpedal; teir høgdu teir niður og lótu ikki ein liva og sleppa undan. Josva gjørdi við teir, sum HARRIN hevði sagt við hann; hestum teirra skar hann hásinurnar av á, og vagnar teirra brendi hann. Við tað sama fór Josva aftur og tók Hazor, og kongin har drap hann við svørði Hazor var í forðum høvuðsstaður hjá øllum hesum kongaríkjum. Hvørja sál, ið har var, høgdu teir niður við svørði og slógu býin við banni; eingin varð eftir, sum dró anda. Hazor brendi hann. Allar hinar kongabýirnar við øllum kongum teirra tók Josva, og hann høgdi tey niður við svørði og sló tey við banni eins og Móses, tænari HARRANS, hevði givið boð um. Tó brendi Ísrael ongan av býunum, ið stóðu uppi á hæddum ongan uttan Hazor; hann brendi Josva. Fæið og alt annað, ið rænt varð úr hesum býum, høvdu Ísraelsmenn sjálvir sum herfong; men fólkið høgdu teir alt niður við svørði, inntil teir høvdu oytt tey; ongan, ið dró anda, lótu teir verða eftir. Tað, ið HARRIN hevði álagt Mósesi, tænara Sínum, hevði Móses álagt Josva, og so gjørdi Josva; hann læt einki verða ógjørt av øllum tí, sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Soleiðis tók Josva alt hetta land, fjallalandið, alt Suðurlandið, landspartin Gosen, láglendið og slættlendið, somuleiðis Ísraelsfjøll og láglendið har, frá Halakfjalli, ið hækkast móti Se'ir, til Ba'al-Gad í Libanonsdali undir Hermonfjalli; allar kongarnar har hertók hann og høgdi teir niður og drap teir. Í langa tíð var Josva í orrustu við allar hesar kongar. Ikki var ein býur, sum við góðum yvirgav seg til Ísraelsmenn, uttan Hevitar, sum búðu í Gibeon; alt samalt tóku teir í hernaði. Tí HARRIN læt so vera, at teir herdu hjarta sítt og fóru í bardaga móti Ísrael so teir skuldu verða slignir við banni og onga náði fáa, men verða lagdir í oyði, eins og HARRIN hevði álagt Mósesi. Um hesa tíðina fór Josva og oyddi Anakitar í fjallalandinum, í Hebron, í Debir, í Anab og úr øllum Judafjøllum og Ísraelsfjøllum; Josva sló teir og býir teirra við banni. Eingir Anakitar vórðu eftir í landi Ísraelsmanna; bert í Gaza, Gat og Asdod vórðu nakrir eftir. Soleiðis tók Josva alt landið júst sum HARRIN hevði sagt við Móses; og Josva gav Ísrael tað í ogn eftir deildum teirra, ætt eftir ætt. Og nú hevði landið frið eftir bardagan. KAPITUL Kongarnir eystan fyri Jordan, sum sigur varð vunnin á, Vestan fyri Jordan, Hetta vóru kongarnir í landinum, sum Ísraelsmenn vunnu sigur á, og hvørja land teir tóku í ogn eystan fyri Jordan frá Arnoná til Hermonfjall og alt slættlendið fyri eystan -: Sihon amoritakongur, sum búði í Hesbon og ráddi yvir landinum frá Aroer, sum liggur við Arnoná á áarbakkanum og úr miðjum dalinum, eisini yvir helvtini av Gilead at Jabboká, sum er markið móti Ammonitum og yvir slættlendinum líka at Kinneretsvatni fyri eystan og at vatninum á slættlendinum Salthavi fyri eystan, suður undir Bet-Jesimot og longur suðureftir, undir Pisgalíðir. Somuleiðis tóku teir landið, sum Og, kongurin í Basan átti; hann var ein, ið eftir var av Refa'itunum; hann búði í Astarot og Edre'i og ráddi yvir Hermonfjalli, Salka og øllum Basan, líka at landamarkum Gesurita og Ma'akatita, og yvir helvtini av Gilead at landamarki Sihons kongs í Hesbon. Teimum høvdu tænari HARRANS Móses og Ísraelsmenn vunnið sigur á, og land teirra hevði Móses, tænari HARRANS, givið Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse at eiga. Hesir vóru kongarnir í landinum, sum Josva og Ísraelsmenn vunnu sigur á vestan fyri Jordan úr Ba'al-Gad í Libanonsdali at Halakfjalli, ið hækkast móti Se'ir landið, ið Josva gav ættum Ísraels í ogn eftir ættargreinum teirra í fjallalandinum, í láglendinum, á slættlendinum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og í Suðurlandinum land Hetita, Amorita, Kána'anita, Perizita, Hevita og Jebusita: Kongurin í Jeriko, ein; kongurin í Ai, sum er við Betel, ein; kongurin í Jerúsalem, ein; kongurin í Hebron, ein; kongurin í Jarmut, ein; kongurin í Lakis, ein; kongurin í Eglon, ein; kongurin í Gezer, ein; kongurin í Debir, ein; kongurin í Geder, ein; kongurin í Horma, ein; kongurin í Arad, ein; kongurin í Libna, ein; kongurin í Adullam, ein; kongurin í Makkeda, ein; kongurin í Betel, ein; kongurin í Tappua, ein; kongurin í Hefer, ein; kongurin í Afek, ein; kongurin í Lassaron, ein; kongurin í Madon, ein; kongurin í Hazor, ein; kongurin í Simron-Meron, ein; kongurin í Aksaf, ein; kongurin í Ta'anak, ein; kongurin í Megiddo, ein; kongurin í Kedes, ein; kongurin í Jokneam við Karmel, ein; kongurin í Dor á Dorhæddum, ein; kongur heidninganna í Gilgal, ein; kongurin í Tirza, ein tilsamans kongar. KAPITUL Boð um at skifta landið millum ættirnar, Lutur Rubens, Gads, Manasse eystan fyri Jordan, Táið Josva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, segði HARRIN við hann: ?Tú ert nú gamal og hevur mong ár á baki; men av landinum er ógvuliga nógv eftir at taka enn. Hetta er landið, ið eftir er: Alt Filistaraland og alt Gesuritaland tí alt tað, ið liggur millum Sihor eystan fyri Egyptaland og landamark Ekrons í norðri, tað verður roknað uppí Kána'ansland, bæði teir fimm filistarahøvdingarnir, í Gaza, Asdod, Askalon, Gat og Ekron, og Avitar, framvegis í suðri alt Kána'anitaland og Meara, ið hoyrir Zidoningum til, líka at Afek, at landamarki Amorita, land Giblita, alt Libanon í eystri, úr Ba'al-Gad undir Hermonfjalli, líka hagar sum leiðin liggur til Hamat, og øll tey, sum búgva í fjallalandinum, av Libanon til Misrefot-Majim allir Zidoningar. Eg skal sjálvur reka tey burtur fyri Ísraelsmonnum; kasta tú bert lut og skift tað Ísrael til ogn, eins og Eg havi álagt tær! Skift nú hetta land, hinum níggju ættunum og hálvari ætt Manasse til ogn!? Saman við Manasse høvdu Rubenitar og Gaditar fingið arvalut sín, sum Móses hevði givið teimum hinumegin Jordan eystan fyri sum Móses, tænari HARRANS, hevði givið teimum frá Aroer, ið liggur við Arnoná á áarbakkanum og frá býnum, sum liggur mitt í dalinum, alt slættlendið frá Medeba líka til Dibon, allar býirnar, ið Sihon amoritakongur hevði átt, hann, sum var kongur í Hesbon, líka at landamarki Ammonita, framvegis Gilead og land Gesurita og Ma'akatita, øll Hermonfjøll og alt Basan, líka til Salka alt ríki Ogs í Basan, hansara, sum var kongur í Astarot og Edre'i; hann var hin síðsti, ið eftir var av Refa'itum Móses hevði vunnið sigur á teimum og rikið teir burtur. Tó róku Ísraelsmenn ikki burt Gesuritar og Ma'akatitar, so at Gesur og Ma'akat búgva millum Ísrael enn í dag. Men ætt Levi gav hann ongan arvalut; eldoffur HARRANS Guds Ísraels eru arvalutur hansara soleiðis sum Hann hevði sagt við hann. Móses gav ætt Rubenita land eftir slektum teirra. Tey fingu landið frá Aroer, ið liggur við Arnoná á áarbakkanum og frá býnum, ið liggur mitt í dalinum, alt slættlendið við Medeba, Hesbon og allar býirnar, ið hoyra til hansara, sum liggja á slættlendinum: Dibon, Bamot-Ba'al, Bet-Ba'al-Meon, Jaza, Kedemot, Mefa'at, Kirjatajim, Sibma, Zeret-Sahar á fjallinum í dalinum, Bet-Peor, Pisgalíðir, Bet-Jesimot og allar hinar býirnar á slættlendinum og alt ríkið, ið Sihon amoritakongur hevði átt, hann, sum var kongur í Hesbon, og sum Móses hevði vunnið sigur á saman við midjanitahøvdingunum Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba teir vóru jallar Sihons og búðu har í landinum. Eisini Bileam, son Beor, spámannin, drópu Ísraelsmenn við svørði saman við hinum, ið teir drópu. Mark Rubenita var Jordan allan vegin. Hetta var arvalutur Rubenita eftir slektum teirra, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Ætt Gads Gaditum gav Móses land eftir slektum teirra. Landið, ið teir fingu, var Jazer og allir býirnir í Gilead og hálvt land Ammonita, líka at Aroer, ið liggur beint yvir av Rabba, og landið frá Hesbon at Ramat-Mizpe og Betonim og frá Mahanajim at landamarki Debirs. Og í dalinum: Bet-Haram, Bet-Nimra, Sukkot og Zafon, hin partin av ríki Sihons kongs í Hesbon, at Jordan sum var mark líka at enda Kinneretsvatns, eystan fyri Jordan. Hetta var arvalutur Gadita eftir slektum teirra, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Hálvari ætt Manasse gav Móses land, so at henda helvtin av ætt Manassita fekk arvalut eftir slektum sínum. Landið, ið tey fingu, gekk frá Mahanajim yvir alt Basan alt ríki Ogs kongs í Basan, bæði allar tjaldbýir Ja'irs, sum liggja í Basan, býir, helvtina av Gilead og Astarot og Edre'i høvuðsstaðirnar í ríki Ogs í Basan; alt hetta fingu børn Makir, son Manasse onnur helvtin av børnum Makir eftir slektum sínum. Hetta vóru arvalutirnir, ið Móses skifti á Móabsheiðum hinumegin Jordan eystan fyri beint yvir av Jeriko. Men ætt Levi gav Móses ongan arvalut; HARRIN Gud Ísraels er arvalutur teirra soleiðis sum Hann hevði sagt við teir. KAPITUL Landið vestan fyri Jordan verður skift, Kaleb fær Hebron, Hetta vóru arvalutirnir, ið Ísraelsmenn fingu í Kána'anslandi sum Eleazar prestur, Josva, sonur Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna býttu teimum við lutakasti, so teir fingu hvør sín arvalut eins og HARRIN við Mósesi hevði givið boð um viðvíkjandi hinum níggju ættunum og hini hálvu ættini. Tí tvær ættir og hin hálva ættin høvdu frá Mósesi fingið arvalut hinumegin Jordan. Men Levitunum hevði hann ongan arvalut givið ímillum teirra. Eftirkomarar Jósefs vóru tvær ættir, Manasse og Efra'im, og Levitarnir fingu ongan part í landinum, men bert nakrar býir at búgva í, við jørðini, ið til hoyrdi, at hava fylgi og neyt síni gangandi á. Sum HARRIN hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn, táið teir skiftu landið. Nú stigu Judamenn fram fyri Josva í Gilgal, og Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, segði við hann: ?Tú veitst, hvat HARRIN í Kades-Barnea segði við gudsmannin Móses um meg og teg. Eg var ár, táið Móses, tænari HARRANS, sendi meg úr Kades-Barnea at kanna landið, og eg bar honum tíðindi aftur, eftir sum eg dugdi á at skyna. Brøður mínir, ið við mær høvdu verið, gjørdu fólkið mótfallið, men eg helt meg trúliga til HARRAN Gud mín. Tann dagin svór Móses og segði: ?Sanniliga landið, ið fótur tín steig á, skulu tú og eftirkomarar tínir hava í arvalut til ævigar tíðir, aftur fyri at tú trúliga heltst teg til HARRAN Gud mín!? Og sært tú nú, HARRIN hevur gjørt við meg, sum hann segði, og latið meg livað hesi árini, síðani HARRIN talaði hesi orð við Móses, alla tíðina ið Ísrael hevur ferðast í oyðimørkini eg eri í dag ár. Eg eri líka raskur enn, sum eg var, tann dagin ið Móses sendi meg avstað; eg orki tað sama nú sum tá, bæði í bardaga og til at ganga út og inn. Gev mær tí nú hetta fjallaland, sum HARRIN tann dagin talaði um tú hoyrdi tað jú sjálvur tá! Har búgva Anakitar, og har eru stórir, víggirdir staðir; kanska HARRIN er við mær, so eg fái rikið teir burtur, so sum HARRIN hevur sagt!? Tá signaði Josva hann, og hann gav Kaleb, syni Jefunne, Hebron í arv. Soleiðis fekk Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, Hebron í arv, og hetta er so enn í dag aftur fyri at hann trúliga hevði hildið seg til HARRAN Gud Ísraels. Hebron æt fyrr Kirjat-Arba; hann* var størsti maður millum Anakitar. Og landið hevði nú frið eftir bardagan. KAPITUL Lutur Juda, Kaleb og Otniel, Judabýir, Luturin, ið ætt Judamanna fekk eftir slektum sínum, gekk at landamarkum Edoms, suður at Zinsoyðimørk, sunnast í landinum. Mark teirra fyri sunnan gekk frá enda Salthavs, úr víkini, ið vendir móti suðri, sneiddi suður um Akrabbimskarð, gekk so yvir at Zin og niðaneftir sunnan fyri Kades-Barnea, gekk síðani yvir at Hezron og niðan til Adar; so gekk tað í bugi til Karka; haðani gekk tað yvir til Azmon og allan vegin at Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin. ?Hetta skulu vera mark tykkara fyri sunnan.?* Markið fyri eystan var Salthav, líka hagar sum Jordan rennur í tað. Fyri norðan gekk markið úr vík Salthavs, har sum Jordan rennur út; haðani gekk markið niðan til Bet-Hogla, fór longur norðan fyri Bet-Araba og haðani til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben. So gekk markið úr Akorsdali til Debir og sneiddi norðureftir at Gilgal, ið liggur beint yvir av Adummimskarði, sunnan fyri løkin, fór síðani longur, yvir at En-Semesvatni og allan vegin at Rogelskeldu. Markið gekk síðani niðan í Hinnomssonardal, at Jebushædd tað er Jerúsalem fyri sunnan, og gekk so niðan í tind fjalsins, ið stendur beint vestan fyri Hinnomsdal, við norðara enda Refa'imsdals. Úr hesum fjalstindi sneiddi markið at Neftoavatnskeldu og gekk haðani til býirnar á Efronsfjalli; so sneiddi markið til Ba'ala, tað er Kirjat-Jearim. Úr Ba'ala gekk tað í bugi vestureftir, at Se'irsfjalli, gekk haðani yvir at norðaru síðu Jearimsfjals, tað er Kesalon, og haðani oman til Bet-Semes og yvir at Timna. Haðani gekk markið norðureftir, at Ekronskambi; haðani sneiddi tað yvir at Sikron, gekk so yvir at Ba'alafjalli og allan vegin til Jabne'el, og síðani líka í sjógvin. Markið fyri vestan var Stórahav, allan vegin. Hetta vóru landamark Judamanna eftir slektum teirra, rundan um. Men Kaleb, sonur Jefunne, fekk part sín mitt ímillum Judamenn, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva; tað var stað Arba, ættarfaðirs Anaks nú eitur hann Hebron. Kaleb rak burt haðani hinar tríggjar Anakitar, Sesai, Ahiman og Talmai, ið vóru eftirkomarar Anaks. Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer. Kaleb segði: ?Tann, ið leggur Kirjat-Sefer undir seg og vinnur hann, honum skal eg geva dóttur mína Aksu til konu!? Otniel Kenizitur, bróðir Kaleb, tók hann; hann gav honum so dóttur sína Aksu til konu. Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir hennara um nakað av jørð; og hon leyp niður av eslinum. Tá segði Kaleb við hana: ?Hvat vilt tú?? Hon svaraði: ?Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið gev mær nú vatnskeldur!? Hann gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur. Hetta er arvalutur ætt Judamanna eftir slektum hennara: Býir ættar Judamanna ytst við markið, við markið móti Edom, í Suðurlandinum, vóru: Kabze'el, Eder, Jagur, Kina, Dimona, Adada, Kedes, Hazor, Jitnan, Zif, Telem, Bealot, Hazor-Hadatta, Kerijot, Hezron tað er Hazor Amam, Sema, Molada, Hazar-Gadda, Hesmon, Bet-Pelet, Hazar-Sual, Be'erseba, Bizjotja, Ba'ala, Ijim, Ezem, Eltolad, Kesil, Horma, Ziklag, Madmanna, Sansanna, Lebaot, Silhim, Ajin og Rimmon í alt býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Í láglendinum: Estaol, Zora, Asna, Zanoa, En-Gannim, Tappua, Enam, Jarmut, Adullam, Soko, Azeka, Sa'arajim, Aditajim, Gedera og Gederotajim býir við bygdunum, ið til hoyrdu Zenan, Hadasa, Migdal-Gad, Dilan, Mizpe, Jokte'el, Lakis, Bozkat, Eglon, Kabbon, Lamas, Kitlis, Gederot, Bet-Dagon, Na'ama og Makkeda býir við bygdunum, ið til hoyrdu Libna, Eter, Asan, Jifta, Asna, Nezib, Ke'ila, Akzib og Maresa býir við bygdunum, ið til hoyrdu Ekron við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, úr Ekron vestureftir alt tað, ið lá á asdodsíðuni, og bygdirnar, ið har lógu, Asdod við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, Gaza við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, líka at Egyptalandsá og Stórahavi sum var markið. Í fjallalandinum: Samir, Jattir, Soko, Danna, Kirjat-Sanna tað er Debir Anab, Estemo, Anim, Gosen, Holon og Gilo býir við bygdunum, ið til hoyrdu Arab, Duma, Esan, Janum, Bet-Tappua, Afeka, Humta, Kirjat-Arba tað er Hebron og Zior býir við bygdunum, ið til hoyrdu Maon, Karmel, Zif, Juta, Jizre'el, Jokdeam, Zanoa, Ka'in, Gibea og Timna býir við bygdunum, ið til hoyrdu Halhul, Bet-Zur, Gedor, Ma'arat, Bet-Anot og Eltekon býir við bygdunum, ið til hoyrdu Kirjat-Ba'al tað er Kirjat-Jearim og Rabba býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Í oyðimørkini: Bet-Araba, Middin, Sekaka, Nibsan, Ir-Mela og En-Gedi býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Men Jebusitar, sum í Jerúsalem búðu, teir vóru Judamenn ikki mentir at reka burt, so at Jebusitar vórðu búgvandi í Jerúsalem saman við Judamonnum, og tað gera teir enn í dag. KAPITUL Lutur sona Jósefs, Efra'ims, Luturin, ið synir Jósef fingu, gekk frá Jordan við Jeriko, eystur um vatnið við Jeriko, gjøgnum oyðimørkina, ið hækkar frá Jeriko niðan á fjøllini, til Betel. Úr Betel gekk markið til Luz og síðani yvir at landamarki Arkita, til Atarot. So gekk tað vestureftir, oman at landamarki Jafletita, til landamark Niðara-Bet-Horons, til Gezer og síðani líka í sjógvin. Hetta var arvaluturin, ið synir Jósef, Manasse og Efra'im, fingu. Efra'imitar fingu, eftir slektum sínum, mark síni soleiðis: Fyri eystan gekk mark arvalutar teirra frá Atrot-Addar líka at Ovara-Bet-Horon og síðani líka í sjógvin. Fyri norðan var Mikmetat mark. Haðani sneiddi markið eystureftir, til Ta'anat-Silo, og longur eystur, til Janoa. Úr Janoa gekk tað oman at Atarot og Na'ara, bar við Jeriko og gekk síðani í Jordan. Úr Tappua gekk markið vestureftir, at Kanaløki og síðani líka í sjógvin. Hetta var arvaluturin, ið ætt Efra'imita fekk eftir slektum sínum. Haraftrat komu býirnir, ið frá vórðu skildir Efra'imitum inni í arvaluti Manassita, bæði býirnir og bygdirnar, ið til hoyrdu. Men Kána'anitar, sum í Gezer búðu, róku teir ikki burtur, so at Kána'anitar vórðu búgvandi millum Efra'imitar og gera tað enn í dag men vórðu trælir við arbeiðsskyldu. KAPITUL Lutur Manasse vestan fyri Jordan, Synir Jósef vilja hava størri lut, So fekk ætt Manasse arvalut sín; tí hann var hin frumborni Jósefs. Makir, frumborni sonur Manasse, ættarfaðir Gileadita, fekk Gilead og Basan, tí hann var bardagamaður. Hinir Manassitarnir fingu eisini arvalut eftir slektum sínum synir Abiezer, Helek, Asriel, Sekem, Hefer og Semida; hetta vóru eftirkomarar Manasse, sonar Jósefs, á manssíðuni, eftir slektum teirra. Men Zelofhad, sonur Hefer, son Gilead, son Makir, son Manasse, hann átti ongar synir, bert døtur; og døtur hansara itu Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. Tær stigu fram fyri Eleazar prest, Josva, son Nun, og høvuðsmenninar og søgdu: ?HARRIN segði við Móses, at hann skuldi geva okkum arvalut millum brøður okkara!? Tær fingu so eftir orði HARRANS arvalut millum faðirbrøður sínar. Soleiðis lutaðist Manasse tíggju partar umframt landið Gilead og Basan hinumegin Jordan við tað at døtur Manasse fingu arvalut millum synir hansara. Men landið Gilead høvdu hinir av eftirkomarum Manasse fingið. Mark Manasse gekk frá Aser til Mikmetat, sum liggur beint yvir av Sikem; so gekk markið til høgru, til teirra, sum búðu í En-Tappua. Manasse fekk landspartin Tappua, men býin Tappua við mark Manasse, hann fingu Efra'imitar. So gekk markið oman at Kanaløki sunnan fyri løkin; men býirnar har fekk Efra'im, tóat teir lógu mitt ímillum býir Manasse. Haðani gekk mark Manasse norðan fyri løkin og síðani líka í sjógvin. Alt, ið sunnanfyri lá, átti Efra'im, og tað, ið norðanfyri lá, átti Manasse, og havið varð mark hansara; fyri norðan lógu lond teirra móti Aser, og fyri eystan móti Issakar. Í Issakar og Aser fekk Manasse Bet-Sean við smábýunum, ið til hoyrdu, Jibleam við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í Dor við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í En-Dor við smábýunum, ið til hoyrdu, tey, sum búðu í Ta'anak við smábýunum, ið til hoyrdu, og tey, sum búðu í Megiddo við smábýunum, ið til hoyrdu tær tríggjar hæddirnar. Men Manassitar vóru ikki mentir at taka hesar býir; tað eydnaðist Kána'anitum at verða búgvandi har í landinum. Seinni, táið Ísraelsmenn styrknaðu, noyddu teir Kána'anitar at træla hjá sær, men burtur róku teir teir ikki. Tá tóku synir Jósef til orða og søgdu við Josva: ?Hví hevur tú ikki givið mær meir enn ein lut og ein part í óðal, eg, sum tó eri fjølmentur, soleiðis sum HARRIN higartil hevur signað meg?? Josva svaraði teimum: ?Ert tú fjølmentur, far tá niðan í skógin og rudda tær jørð har, í landi Perizita og Refa'ita síðani fjallaland Efra'ims er tær ov trongt!? Men synir Jósef søgdu: ?Fjallalandið er okkum ikki nóg mikið, og Kána'anitar, ið á slættlendinum búgva, hava allir jarnvagnar, bæði teir, sum búgva í Bet-Sean við smábýunum, ið til hoyra, og teir, sum búgva í Jizre'elsdali!? Tá segði Josva við hús Jósefs, við Efra'im og Manasse: ?Tú ert fjølmentur og hevur nógva styrki tú skalt ikki hava bert ein part; nei, tú skalt fáa eitt fjallaland; og við tað at skógur er har, skalt tú høgga hann niður, og landið har skal vera títt heilt út at ytsta marki; tí Kána'anitar skalt tú reka burt, um teir so hava jarnvagnar, og um teir so eru sterkir!? KAPITUL Halgidómurin í Silo, Landið sum enn ikki var skift, Lutur Benjamins, Øll samkoma Ísraelsmanna kom saman í Silo, og har reistu teir samkomutjaldið. Landið høvdu teir nú lagt undir seg. Men enn vóru eftir sjey ættir av Ísraelsmonnum, sum ikki høvdu fingið arvalut sín skiftan. Josva segði tí við Ísraelsmenn: ?Hvussu leingi ætla tit at drála enn, áðrenn tit fara og taka landið, ið HARRIN Gud fedra tykkara hevur givið tykkum? Veljið nú tríggjar menn av hvørji ætt, sum eg kann senda avstað! Teir skulu gera seg til og fara og ferðast um landið og skriva frágreiðing um tað, til at nýta við útskiftingina, og so koma aftur til mín. Teir skulu so býta tað í sjey partar. Juda skal verða verandi í landi sínum í suðri, og hús Jósefs í landi sínum í norðri. Tit skulu so skriva frágreiðing um landið, býtt í sjey partar, og koma higar til mín við henni; so skal eg kasta lut fyri tykkum her, fyri ásjón HARRANS Guds okkara. Tí Levitarnir fáa ongan part ímillum tykkara prestadømi HARRANS er arvalutur teirra. Og Gad, Ruben og hálv ætt Manasse hava eystan fyri Jordan fingið arvalut sín, arvalutin, ið Móses, tænari HARRANS, gav teimum.? Menninir gjørdu seg nú til og fóru; táið teir fóru avstað, segði Josva við teir, at teir skuldu skriva frágreiðing um landið; hann segði: ?Farið nú og ferðist um landið og skrivið frágreiðing um tað, og komið so aftur til mín! So skal eg kasta lut fyri tykkum fyri ásjón HARRANS her í Silo.? So fóru menninir avstað og ferðaðust um landið og skrivaðu frágreiðing um tað, bý eftir bý, í sjey pørtum; síðani komu teir aftur til Josva í tilhaldið við Silo. Og Josva kastaði lut fyri teir í Silo fyri ásjón HARRANS; har skifti Josva landið millum Ísraelsmenn eftir ættargreinum teirra. Fyrsti lutur fall á ætt Benjaminita eftir slektum hennara, og landið, ið varð lutur hennara, kom at liggja millum synir Juda og synir Jósef. Mark hennara fyri norðan gekk út frá Jordan, og markið gekk niðan á kambin norðan fyri Jeriko og síðani vestureftir niðan á fjøllini og allan vegin at oyðimørkini við Bet-Aven. Haðani gekk markið yvir til Luz, at kambinum sunnan fyri Luz tað er Betel og so gekk tað oman til Atrot-Addar, um fjallið, ið stóð sunnan fyri Niðara-Bet-Horon. Nú sneiddi markið og gekk sum vesturmark suðureftir frá fjallinum, ið stóð beint sunnan fyri Bet-Horon, og endaði við Kirjat-Ba'al tað er Kirjat-Jearim bý, sum synir Juda áttu. Hetta var markið fyri vestan. Fyri sunnan gekk markið frá enda Kirjat-Jearims haðani var tað, ið tað gekk út fyri vestan og gekk at Neftoavatnskeldu. So gekk markið oman at enda fjalsins, ið stendur beint yvir av Hinnomssonardali, norðan fyri Refa'imsdal, síðani oman í Hinnomsdal, sunnan fyri Jebusitakamb, og haðani til Rogelskeldu. So sneiddi tað norðureftir og gekk at En-Semes og longur, til Gelilot, sum er beint yvir av Adummimskarði, haðani oman til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben, haðani yvir á kambin norðan fyri Araba, og haðani oman til Araba. Haðani gekk markið yvir á kambin við Bet-Hogla, fyri norðan, og síðani líka í víkina í norðara enda Salthavs, har sum Jordan rennur í tað. Hetta var markið fyri sunnan. Fyri eystan var Jordan mark. Hetta var arvalutur Benjaminita við markum hansara rundanum, eftir slektum teirra. Býirnir, ið lutaðust ætt Benjaminita eftir slektum hennara, vóru: Jeriko, Bet-Hogla, Emek-Keziz, Bet-Araba, Zemarajim, Betel, Avvim, Para, Ofra, Kefar-Ammoni, Ofni, Geba býir við bygdunum, ið til hoyrdu Gibeon, Rama, Be'erot, Mizpe, Kefira, Moza, Rekem, Jirpe'el, Tarala, Zela, Elef, Jebus tað er Jerúsalem Gibeat og Kirjat býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Hetta var arvalutur Benjaminita eftir slektum teirra. KAPITUL Lutur Símeons, Zebulons, Issakars, Asers, Naftali, Dans, Arvalutur Josva, Annar lutur fall á Símeon, á ætt Símeonita, eftir slektum hennara. Arvaluturin, ið hon fekk, lá inni í arvaluti Judamanna. Til arvalut hennara hoyrdu: Be'erseba, Seba, Molada, Hazar-Sual, Bala, Ezem, Eltolad, Betul, Horma, Ziklag, Bet-Markabot, Hazar-Susa, Bet-Lebaot og Saruhen býir við bygdunum, ið til hoyrdu Ajin, Rimmon, Eter og Asan býir við bygdunum, ið til hoyrdu haraftrat allar bygdirnar, ið lógu rundan um hesar býir, líka til Ba'alat-Be'er, Rama í Suðurlandinum. Hetta var arvaluturin, ið ætt Símeonita fekk eftir slektum sínum. Av partinum, ið Judamenn høvdu fingið, varð arvalutur Símeonita tikin; tí partur Judamanna var ov stórur til teirra; tí fingu Símeonitar arvalut sín inni í arvaluti teirra. Triði lutur fall á Zebulonitar eftir slektum teirra. Mark arvalutar teirra gekk at Sarid; og mark teirra gekk fyri vestan niðan til Marala, bar við Dabbeset og gekk at løkinum, ið rennur eystan fyri Jokneam. Fyri eystan móti upprisi sólar sneiddi tað frá Sarid at landamarkum Kislot-Tabors, haðani til Daberat og haðani niðan til Jafia. Haðani gekk tað eystureftir móti upprisi sólar yvir til Gat-Hefer og Et-Kazin, síðani til Rimmon, sum gongur líka at Nea. So sneiddi markið norðureftir, til Hannaton, og endaði í dalinum við Jifta-El. Harumframt fingu teir Kattat, Nahalal, Simron, Jidala og Betlehem í alt býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Hetta var arvalutur Zebulonita eftir slektum teirra, hesir býirnir við bygdunum, ið til hoyrdu. Fjórði lutur fall á Issakar, á Issakaritar eftir slektum teirra. Í landi teirra lógu: Jizre'el, Kesullot, Sunem, Hafarajim, Sion, Anaharat, Rabbit, Kisjon, Ebez, Remet, En-Gannim, En-Hadda og Bet-Pazzez. Markið bar við Tabor, Sahazuma og Bet-Semes og gekk síðani líka í Jordan. Tilsamans vóru tað býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Hetta var arvaluturin, ið ætt Issakarita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Fimti lutur fall á ætt Aserita eftir slektum hennara. Í landi hennara lógu: Helkat, Hali, Beten, Aksaf, Alammelek, Amad og Misal; og markið náddi vestur at Karmel og Sihor-Libnat. So sneiddi tað eystureftir, til Bet-Dagon, gekk at Zebulon og dalinum við Jifta-El, norðan fyri Bet-Emek og Ne'iel, og so líka norður til Kabul.* Harumframt fingu teir Ebron, Rehob, Hammon og Kana, líka til Stóra Sidon. Nú sneiddi markið til Rama og gekk líka at hinum víggirda staði Týrus, sneiddi so til Hosa og gekk síðani líka í sjógvin, ikki langt frá Akzib. Harumframt fingu teir Umma, Afek og Rehob í alt býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Hetta var arvaluturin, ið ætt Aserita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Sætti lutur fall á Naftalitar, á Naftalitar eftir slektum teirra. Mark teirra gekk frá Helef, frá eikini við Za'anannim til Adami-Nekeb og Jabne'el, líka til Lakkum og síðani líka í Jordan. So sneiddi markið vestureftir, til Aznot-Tabor, gekk haðani til Hukkok, bar fyri sunnan við Zebulon, fyri vestan við Aser og fyri eystan við Juda, við Jordan. Av víggirdum býum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret, Adama, Rama, Hazor, Kedes, Edre'i, En-Hazor, Jiron, Migdal-El, Horem, Bet-Anat og Bet-Semes í alt býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Hetta var arvaluturin, ið ætt Naftalita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Sjeyndi lutur fall á ætt Danita eftir slektum hennara. Í landinum, sum hon fekk í arvalut, lógu: Zora, Estaol, Ir-Semes, Sa'alabbin, Ajalon, Jitla, Elon, Timna, Ekron, Elteke, Gibbeton, Ba'alat, Jehud, Bene-Berak, Gat-Rimmon, Me-Jarkon og Rakkon, harumframt landið yvir ímóti Jafo. Men land Danita royndist teimum ov trongt; tí fóru Danitar og herjaðu á Lesem, tóku tað og slógu tað við svørði; síðani tóku teir tað í ogn og búsettust har og góvu Lesem navnið Dan, eftir Dan, ættarfaðir sínum. Hetta var arvaluturin, ið ætt Danita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu. Nú vóru teir so lidnir at skifta landið at ytstu landamarkum. Og Ísraelsmenn góvu Josva, syni Nun, arvalut ímillum sín; eftir boði HARRANS góvu teir honum býin, ið hann bað um, Timnat-Sera í Efra'imsfjøllum; hann bygdi býin upp og búsettist har. Hetta vóru arvalutirnir, ið Eleazar prestur, Josva, sonur Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna við lutakasti skiftu í Silo fyri ásjón HARRANS, fyri durum samkomutjaldsins. So vóru teir nú lidnir at skifta landið. KAPITUL Griðstaðirnir. HARRIN talaði við Josva og segði: ?Tala við Ísraelsmenn og sig: ?Latið nú griðstaðirnar, ið Eg við Mósesi talaði við tykkum um, fyri at manndrápari, sum av misgáum uttan at hann ætlaði tað drepur onkun, kann flýggja hagar! Tit skulu hava teir manndráparanum til griðstaðir, táið hann flýggjar undan blóðhevnaranum. Hann skal flýggja til ein av hesum býum og standa í inngongd býportursins og leggja mál sítt fram fyri hinar elstu í býnum; teir skulu tá taka hann inn til sín í býin og lata hann fáa stað at búgva hjá sær. Táið so blóðhevnarin kemur eftir honum, skulu teir ikki geva manndráparan í hendur hansara; tí tað var av misgáum, hann drap næsta sín, og uttan at hava borið hatur til hansara frammanundan. Hann skal so verða búgvandi har í býnum, inntil hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms, og inntil høvuðspresturin, ið tá livir, er deyður; tá kann manndráparin fara aftur í bý sín og hús sítt, í býin, sum hann er flýddur úr.?? Teir halgaðu tá: Kedes í Galilea, í Naftalifjøllum, Sikem í Efra'imsfjøllum og Kirjat-Arba tað er Hebron í Judafjøllum. Hinumegin Jordan sum rennur eystan fyri Jeriko lótu teir: Av ætt Rubens Bezer í oyðimørkini, á slættlendinum, av ætt Gads Ramot í Gilead og av ætt Manasse Golan í Basan. Hetta vóru býirnir, ið ásettir vórðu til griðstaðir øllum Ísraelsmonnum og hinum fremmandu, ið millum teirra búðu, so ein og hvør, sum av misgáum drap onkun, kundi flýggja hagar og ikki koma at doyggja fyri hond blóðhevnarans, áðrenn hann hevði staðið fyri samkomuni til dóms. KAPITUL Levitabýirnir. Høvuðsmenn fedrahúsa Levitanna stigu nú fram fyri Eleazar prest, Josva, son Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna og talaðu so við teir í Silo í Kána'anslandi: ?HARRIN gav við Mósesi tað boð, at okkum skuldu verða givnir býir at búgva í við jørðini rundan um teir til fæ okkara.? Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði HARRANS av arvalutum sínum Levitunum hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi: Fyrsti lutur fall á ætt Kahatita, og millum hesar Levitar fingu synir Áron prest við lutakasti býir frá ætt Juda, frá ætt Símeonita og frá ætt Benjamins; hinir Kahatitarnir fingu við lutakasti býir frá slektunum í ætt Efra'ims, frá ætt Dans og frá hálvari ætt Manasse. Gersonitar fingu við lutakasti býir frá slektunum í ætt Issakars, frá ætt Asers, frá ætt Naftali og frá hálvari ætt Manasse í Basan. Meraritar fingu eftir ættum sínum býir frá ætt Rubens, frá ætt Gads og frá ætt Zebulons. Hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi, góvu Ísraelsmenn Levitunum við lutakasti soleiðis sum HARRIN við Mósesi hevði givið boð um: Av ætt Judamanna og ætt Símeonita góvu teir hesar býir, ið her skulu nevnast: Synir Áron, av ættum Kahatita teir av sonum Levi, sum fyrsti lutur fall á fingu bý Arba, ættarfaðirs Anakita tað er Hebron á Judafjøllum við jørðini, ið til hoyrdi, rundanum; men akurlandið og bygdirnar, ið til býin hoyrdu, góvu teir Kaleb, syni Jefunne, í ogn. Synir Áron prest fingu tá Hebron sum var griðstaður manndrápara við jørðini, ið til hoyrdi, Libna við jørðini, ið til hoyrdi, Jattir við jørðini, ið til hoyrdi, Estemoa við jørðini, ið til hoyrdi, Holon við jørðini, ið til hoyrdi, Debir við jørðini, ið til hoyrdi, Ajin við jørðini, ið til hoyrdi, Jutta við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Semes við jørðini, ið til hoyrdi býir frá hesum báðum ættunum. Og frá ætt Benjamins: Gibeon við jørðini, ið til hoyrdi, Geba við jørðini, ið til hoyrdi, Anatot við jørðini, ið til hoyrdi, og Almon við jørðini, ið til hoyrdi býir. Soleiðis fingu prestarnir, synir Áron, tilsamans býir við jørðini, ið til hoyrdi. Ættir Kahatita av Levitum hinir Kahatitarnir fingu frá ætt Efra'ims hesar býir sum lutaðust teimum -: Teir fingu Sikem sum var griðstaður manndrápara við jørðini, ið til hoyrdi, á Efra'imsfjøllum, Gezer við jørðini, ið til hoyrdi, Kibzajim við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Horon við jørðini, ið til hoyrdi býir. Frá ætt Dans: Elteke við jørðini, ið til hoyrdi, Gibbeton við jørðini, ið til hoyrdi, Ajalon við jørðini, ið til hoyrdi, og Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi býir. Og frá hálvari ætt Manasse: Ta'anak við jørðini, ið til hoyrdi, og Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi býir. Tilsamans vóru tað býir við jørðini, ið til hoyrdi, sum hinar Kahatitaættirnar fingu. Gersonitar av ættum Levita fingu frá hálvari ætt Manasse: Golan í Basan sum var griðstaður manndrápara við jørðini, ið til hoyrdi, Be'estera við jørðini, ið til hoyrdi býir. Frá ætt Issakars: Kisjon við jørðini, ið til hoyrdi, Daberat við jørðini, ið til hoyrdi, Jarmut við jørðini, ið til hoyrdi, og En-Gannim við jørðini, ið til hoyrdi býir. Frá ætt Asers: Misal við jørðini, ið til hoyrdi, Abdon við jørðini, ið til hoyrdi, Helkat við jørðini, ið til hoyrdi, og Rehob við jørðini, ið til hoyrdi býir. Og frá ætt Naftali: Kedes í Galilea sum var griðstaður manndrápara við jørðini, ið til hoyrdi, Hammot-Dor við jørðini, ið til hoyrdi, og Kartan við jørðini, ið til hoyrdi býir. Býir Gersonita eftir ættum teirra vóru soleiðis tilsamans býir við jørðini, ið til hoyrdi. Ættir Merarita hinir Levitarnir fingu frá ætt Zebulons: Jokneam við jørðini, ið til hoyrdi, Karta við jørðini, ið til hoyrdi, Dimna við jørðini, ið til hoyrdi, og Nahalal við jørðini, ið til hoyrdi býir. Frá ætt Rubens: Bezer við jørðini, ið til hoyrdi, Jaza við jørðini, ið til hoyrdi, Kedemot við jørðini, ið til hoyrdi, og Mefa'at við jørðini, ið til hoyrdi býir. Og frá ætt Gads: Ramot í Gilead sum var griðstaður manndrápara við jørðini, ið til hoyrdi, Mahanajim við jørðini, ið til hoyrdi, Hesbon við jørðini, ið til hoyrdi, og Jazer við jørðini, ið til hoyrdi tilsamans býir. Býirnir, ið Meraritar, hinar ættir Levita, fingu sum lut sín, eftir slektum sínum, vóru tilsamans býir. Tilsamans vóru býir Levitanna í ognarlandi Ísraelsmanna býir við jørðini, ið til hoyrdi. Hesir býir høvdu, hvør fyri seg, jørð sína rundan um seg; so var við øllum hesum býum. Soleiðis gav HARRIN Ísrael alt landið, ið Hann við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva teimum; teir tóku tað og búsettust har. HARRIN læt teir hava frið allar vegir júst sum Hann við eiði hevði lovað fedrum teirra; eingin av øllum fíggindum teirra var mentur at standa seg ímóti teimum; allar fíggindar teirra gav HARRIN í hendur teirra. Ikki eitt svitaðist av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN hevði talað við hús Ísraels tað gekk út alt samalt. KAPITUL Ættirnar, sum vóru búsitandi eystan fyri Jordan, fara heimaftur, Teir reisa altar við Jordan, Nú sendi Josva boð eftir Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse og segði við teir: ?Tit hava hildið alt tað, ið Móses, tænari HARRANS, álegði tykkum; tit hava aktað meg í øllum, sum eg havi boðið tykkum. Tit hava ikki svikið brøður tykkara hesa longu tíð, líka til henda dag, men aktað eftir øllum, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum at akta eftir. Men nú hevur HARRIN Gud tykkara givið brøðrum tykkara hvíld, soleiðis sum Hann lovaði teimum; farið tí nú avstað og farið til tjøld tykkara, til tykkara egna land, tað, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan! Men leggið tykkum eina við at halda boðið og lógina, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, so tit elska HARRAN Gud tykkara, ganga allar leiðir Hansara, halda boð Hansara, halda tykkum til Hansara og tæna Honum av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara!? So signaði Josva teir og læt teir fara, og teir fóru til tjøld síni. Aðrari helvtini av ætt Manasse hevði Móses givið arvalut hennara í Basan, og hinari helvtini hevði Josva givið arvalut saman við brøðrum teirra hesumegin Jordan, vestan fyri. Táið Josva nú læt teir fara til tjøld teirra, signaði hann teir eisini og segði við teir: ?Farið nú aftur til tjøld tykkara við stóra ríkidømi tykkara, við stórari nøgd av fæi, við silvuri, gulli, kopari, jarni og klæðum í stórari mongd gevið brøðrum tykkara part við tykkum í herfonginum, sum tit hava tikið frá fíggindum tykkara!? So fóru Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse avstað; teir skiltust frá Ísraelsmonnum og fóru úr Silo, sum er í Kána'anslandi, og hildu til Gilead, sítt egna land, har sum teir høvdu fingið ogn sína eftir boðnum, ið HARRIN hevði givið við Mósesi. Men táið teir komu at Gelilot við Jordan í Kána'anslandi reistu teir Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse altar har við Jordan, stórt altar, sum sást langan veg. Ísraelsmenn fingu tá soljóðandi tíðindi: ?Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse hava reist altar ytst í Kána'anslandi, við Gelilot við Jordan, hinumegin Ísraelsmenn!? Táið Ísraelsmenn hoyrdu hetta, kom øll samkoma Ísraelsmanna saman í Silo til at fara í bardaga móti teimum. Ísraelsmenn sendu Pinehas, son Eleazar prest, til Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse í Gilead og saman við honum tíggju høvdingar, ein høvdinga fyri hvørja ætt Ísraels; hvør teirra var høvd fyri slekt síni millum túsund Ísraels. Táið teir komu til Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse í Gilead, søgdu teir so við teir: ?So sigur øll samkoma HARRANS: Hvat er hetta fyri trúloysi, ið tit hava víst Gudi Ísraels, at tit í dag hava vent tykkum burt frá HARRANUM og reist tykkum altar at tit í dag hava sett tykkum upp ímóti HARRANUM! Var ikki nóg mikið við hinum misbrotinum, ið vit gjørdu, táið vit hildu okkum til Peor, eitt misbrot, ið vit líka til henda dag ikki hava reinsað okkum frá, og sum gjørdi, at plágan kom yvir samkomu HARRANS! Og so venda tit tykkum í dag burt frá HARRANUM! Sanniliga tit seta tykkum í dag upp móti HARRANUM, og í morgin letur Hann vreiði Sína bresta á yvir alla samkomu Ísraels! Er landið óreint, sum tit hava fingið í ogn, so komið yvir í landið, sum er ogn HARRANS, har sum tabernakul HARRANS stendur, og fáið tykkum ogn ímillum okkara! Setið tykkum ikki upp móti HARRANUM, og setið tykkum ikki upp móti okkum við at reisa tykkum altar umframt altar HARRANS Guds okkara! Akan, sonur Zera, bar hann seg ikki trúleyst at við hitt bannlýsta góðsið, so at vreiði kom yvir alla samkomu Ísraels! Hann var ikki tann einasti, ið misgerð hansara varð at bana!? Tá svaraðu Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse høvdingunum yvir túsundum Ísraels so: ?Gud, Gud HARRIN, Gud, Gud HARRIN, Hann veit tað, og Ísrael skal vita tað: Sanniliga, tað var ikki til at seta okkum upp ímóti HARRANUM og vera Honum trúleysir tá frelsi Tú okkum ikki í dag! at vit reistu okkum altar sum vit høvdu ætlað at vent okkum burtur frá HARRANUM! Og sanniliga: Ikki til at ofra brennioffur og matoffur á tí! Og sanniliga: Ikki til at bera fram takkoffur á tí tá straffi HARRIN okkum sjálvur! Nei, sanniliga, vit gjørdu tað av ótta fyri tí, ið henda kundi; tí vit hugsaðu, at einaferð kundu børn tykkara farið og sagt við børn okkara: ?Hvat hava tit við HARRAN Gud Ísraels at gera! HARRIN hevur jú sett Jordan til mark millum okkum og tykkum, Rubenitar og Gaditar tit hava ongan part í HARRANUM!? Og soleiðis kundu børn tykkara fingið børn okkara at givið uppat at óttast HARRAN. Tí søgdu vit: ?Latið okkum fara undir at reisa altar ikki til brennioffur og ikki til sláturoffur nei, tað skal vera vitni millum okkum og tykkum og millum eftirkomarar okkara um, at vit fyri ásjón HARRANS skulu tæna Honum við brenniofrum, sláturofrum og takkofrum okkara so ikki børn tykkara einaferð skulu siga við børn okkara: ?Tit hava ongan part í HARRANUM!?? Og vit søgdu: ?Skuldu tey einaferð sagt okkurt slíkt við okkum og eftirkomarar okkara, so skulu vit svara: ?Hyggið avmyndin av altari HARRANS, ið fedrar okkara reistu ikki til brennioffur ella sláturoffur, men til vitni millum okkum og tykkum!?? Langt veri tað frá okkum at seta okkum upp móti HARRANUM og í dag venda okkum burtur frá HARRANUM við at reisa altar til brennioffur, matoffur ella sláturoffur umframt altar HARRANS Guds okkara, sum stendur framman fyri tabernakul Hansara!? Táið Pinehas prestur og høvdingar samkomunnar og høvdini fyri túsundum Ísraels teir, ið við honum vóru hoyrdu hesi orð, ið Rubenitar, Gaditar og Manassitar talaðu, dámdi teimum tey væl; Pinehas, sonur Eleazar prest, segði við Rubenitar, Gaditar og Manassitar: ?Í dag sanna vit, at HARRIN er ímillum okkara, við tað at tit hava ikki víst HARRANUM hetta trúloysi; við tí hava tit frelst Ísraelsmenn av hond HARRANS!? So skiltust Pinehas, sonur Eleazar prest, og høvdingarnir frá Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse í Gilead og fóru aftur til Ísraelsmenn í Kána'anslandi og bóru teimum svar aftur. Ísraelsmonnum dámdi væl svarið; teir lovaðu Gudi og hugsaðu einki meiri um at fara í bardaga móti teimum og oyða landið, ið Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse búðu í. Men Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse góvu altarinum navn og søgdu: ?Vitni er tað millum okkara um, at HARRIN er Gud.? KAPITUL Josva áminnir fólkið. Táið nú long tíð var gingin, eftir at HARRIN hevði givið Ísrael frið fyri øllum fíggindum teirra rundanum, og Josva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, sendi Josva boð eftir øllum Ísrael, hinum elstu teirra, høvdingum teirra, dómarum teirra og umsjónarmonnum teirra, og segði við teir: ?Nú eri eg vorðin gamal og havi mong ár á baki. Tit hava sæð alt, ið HARRIN Gud tykkara hevur gjørt við øll hesi fólk, sum Hann rak út fyri tykkum tí tað var HARRIN Gud tykkara, sum bardist fyri tykkum. Nú havi eg við lutakasti skift tykkum til arvalut fólkini, ið enn eru eftir, eftir ættum tykkara, og somuleiðis øll fólkini, ið eg havi týnt, frá Jordan at Stórahavi í vestri. HARRIN Gud tykkara skal sjálvur styggja tey burtur og reka tey út fyri tykkum, og tit skulu taka land teirra í ogn soleiðis sum HARRIN Gud tykkara hevur lovað tykkum. Verið tí nú fastir í at halda og gera alt tað, sum skrivað stendur í lógbók Mósesar víkið ikki frá tí, hvørki til høgru ella til vinstru! Blandið tykkum ikki við hesi fólkasløg, ið enn eru eftir hjá tykkum! Nøvn guda teirra mugu tit ikki taka á tunguna, ei heldur svørja um teir, ikki dýrka teir og ikki tilbiðja teir. Nei, HARRAN Gud tykkara skulu tit halda tykkum til eins og tit hava gjørt líka til henda dag. Tí hevur HARRIN eisini rikið út fyri tykkum stór og sterk fólk, og eingin hevur verið mentur at standa seg móti tykkum til henda dag. Ein tykkara noyddi túsund at flýggja; tí tað var HARRIN Gud tykkara, ið bardist fyri tykkum so sum Hann hevði lovað tykkum. Varðið tykkum tí væl so satt sum tit hava lív tykkara kært og elskið HARRAN Gud tykkara! Tí venda tit tykkum frá Honum og halda tykkum til hesi fólkasløg tey av teimum, ið enn eru eftir hjá tykkum svága tykkum við tey og blanda tykkum við tey og tey við tykkum tá skulu tit vita fyri vist, at HARRIN Gud tykkara skal ikki eftir tað reka hesi fólk burtur fyri tykkum; nei, tey skulu verða tykkum snerra og fella, koyril til bak tykkara og tornir í eygum tykkara inntil tit eru oydd av hesum góða landi, ið HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum. Tit síggja, eg fari nú tann veg, ið alt her á foldum fer; men tit mugu av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara sanna, at ikki so mikið sum eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN Gud tykkara hevur lovað viðvíkjandi tykkum; tey eru øll somul gingin út fyri tykkum, ikki so mikið sum eitt orð av teimum hevur svitast. Men eins og alt tað góða, ið HARRIN Gud tykkara lovaði tykkum, er gingið út fyri tykkum, so skal HARRIN eisini lata alt tað, ið Hann hevur hótt við, koma yvir tykkum, inntil Hann hevur oytt tykkum úr hesum góða landi, ið HARRIN Gud tykkara hevur givið tykkum. Táið tit bróta sáttmála HARRANS Guds tykkara, sum Hann hevur gjørt við tykkum, og fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir, skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og tit skulu og tað skjótt verða týnd úr hinum góða landi, ið Hann hevur givið tykkum!? KAPITUL Josva talar í Sikem til fólkið, Hann doyr, Bein Jósefs verða jarðað í Sikem, Eleazar doyr, Síðani stevndi Josva øllum ættum Ísraels saman í Sikem; hann sendi boð eftir hinum elstu í Ísrael, høvdingunum, dómarunum og umsjónarmonnunum, og teir stigu fram fyri ásjón Guds. So segði Josva við alt fólkið: ?So sigur HARRIN Gud Ísraels: ?Hinumegin Ánna* búðu í forðum fedrar tykkara Tara, faðir Ábraham og Nakor og teir dýrkaðu fremmandar gudar. Men Eg tók Ábraham, faðir tykkara, burtur úr landinum hinumegin Ánna og læt hann ferðast um alt Kána'ansland; og Eg gjørdi avkom hansara fjølment og gav honum Ísak. Ísaki gav Eg Jákup og Esau; og Eg gav Esau Se'irsfjøll í ogn, men Jákup og synir hansara fóru suður til Egyptalands. Síðani sendi Eg Móses og Áron, og Eg sló Egyptaland við plágum sum tit vita, at Eg gjørdi har; og so leiddi Eg tykkum út. Táið Eg nú leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi, komu tit at havinum; men Egyptar hildu eftir fedrum tykkara við vagnum og hestmonnum líka at Reyðahavi. Tá róptu teir til HARRAN, og Hann setti myrkur millum tykkum og Egyptar og læt havið falla yvir teir, so tað fjaldi teir. Við egnum eygum sóu tit tað, ið Eg gjørdi í Egyptalandi. Síðani vóru tit langa tíð í oyðimørkini. So leiddi Eg tykkum inn í land Amorita, sum búðu hinumegin Jordan; teir bardust við tykkum, men Eg gav teir í hendur tykkara, so tit tóku land teirra í ogn; og Eg oyddi teir fyri tykkum. Tá reistist Balak, sonur Zippor, kongurin í Móab, og herjaði á Ísrael; og hann sendi boð eftir Bileam, syni Beor, at banna tykkum. Men Eg vildi ikki lurta eftir Bileam, og hann noyddist at signa tykkum; soleiðis bjargaði Eg tykkum av hondum hansara. Síðani fóru tit um Jordan og komu til Jeriko, og teir, sum í Jeriko búðu Amoritar, Perizitar, Kána'anitar, Hetitar, Girgasitar, Hevitar og Jebusitar lupu á tykkum; men Eg gav teir í hendur tykkara. Eg sendi hvepsar undan tykkum, og teir róku teir út fyri tykkum á sama hátt sum báðar amoritakongarnar; tað var ikki við svørði og boga tínum, teir vórðu riknir út! Og Eg gav tykkum land, ið tú einki stríð hevur havt av, og býir, ið tit ikki hava bygt, og tit búsettust í teimum; tit eta úr víngørðum og av oljutrøum, sum tit ikki hava plantað.? Óttist tí nú HARRAN og tænið Honum av sonnum hjarta og í trúskapi! Kastið frá tykkum gudarnar, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna og í Egyptalandi, og tænið HARRANUM! Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!? Tá svaraði fólkið: ?Tað er minni enn so, at vit fara at venda HARRANUM bakið og dýrka fremmandar gudar! Nei, HARRIN er Gud okkara, Hann, sum leiddi okkum og fedrar okkara út av Egyptalandi, úr trælahúsinum, gjørdi hini stóru tekin fyri eygum okkara og varðaði okkum á øllum vegnum, ið vit gingu, og millum øll fólkini, vit ferðaðust gjøgnum. HARRIN rak út fyri okkum øll hesi fólk og Amoritar, sum í landinum búðu. Tí skulu vit eisini tæna HARRANUM, tí Hann er Gud okkara!? Josva segði við fólkið: ?Tit fara ikki at kunna tæna HARRANUM, tí Hann er heilagur Gud; álvarsamur Gud er Hann; Hann fer ikki at tola lógbrot og syndir tykkara. Táið tit venda HARRANUM bakið og dýrka fremmandar gudar, fer Hann at venda Sær burtur og lata tykkum gangast illa og forkoma tykkum Hann, sum frammanundan gjørdi tykkum væl.? Men fólkið svaraði Josva: ?Nei, HARRANUM skulu vit tæna!? Tá segði Josva við fólkið: ?So eru tit tá vitni móti tykkum sjálvum um, at tit hava valt HARRAN og skulu tæna Honum!? Teir svaraðu: ?Ja, tað eru vit vitni um!? Hann segði: ?So kastið frá tykkum hinar fremmandu gudar, ið tit hava millum tykkara, og boyggið hjarta tykkara til HARRAN Gud Ísraels!? Tá svaraði fólkið Josva: ?HARRANUM Gudi okkara skulu vit tæna, og orð Hansara skulu vit akta!? Henda dagin gjørdi Josva sáttmála við fólkið og setti teimum lóg og rætt har í Sikem. Josva skrivaði hesi orð í lógbók Guds; og hann tók stóran stein og reisti hann har undir eikini, ið stóð hjá halgidómi HARRANS. Josva segði við alt fólkið: ?Hesin steinur skal vera vitni móti tykkum; tí hann hevur hoyrt øll orðini, ið HARRIN hevur talað við okkum; og hann skal vera vitni móti tykkum, at tit skulu ikki avnokta Gud tykkara.? So læt Josva fólkið fara, hvønn til arvalut sín. Nakað eftir hetta doyði Josva, sonur Nun, tænari HARRANS, ára gamal. Teir jarðaðu hann á arvaluti hansara, í Timnat-Sera, sum liggur í Efra'imsfjøllum, norðan fyri Ga'asfjall. Ísrael tænti HARRANUM, so leingi sum Josva livdi, og so leingi sum allir hinir elstu livdu sum livdu eftir Josva, og sum vitstu um øll verkini, ið HARRIN hevði gjørt fyri Ísrael. Bein Jósefs, sum Ísraelsmenn høvdu havt við úr Egyptalandi, jarðaðu teir við Sikem, á markini, sum Jákup hevði keypt frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri kesitar,* og sum synir Jósef høvdu fingið í ogn. Eleazar, sonur Áron, doyði; og teir jarðaðu hann í Gibea býnum, sum Pinehas, sonur hansara, átti, sum var givin honum í Efra'imsfjøllum. Bræv Judasar Ávaring móti gudleysum villleiðarum, Áminning um at standa teimum ímóti, føst í trúnni, Lov til Gud, ið er mentur at varðveita Síni, Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi Faðir og varðveitt Jesusi Kristi. Miskunn, friður og kærleiki falli tykkum margfalt í lut! Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn, sum langt síðani er skrivað um frammanundan, at tey skulu falla undir henda dóm: Gudleys, ið misbrúka náði Guds okkara til skammloysi og avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus. Men tó at tit eina ferð fyri allar vita tað alt, skal eg tó minna tykkum um, at Harrin, eftir at Hann hevði frelst fólkið út av Egyptalandi, seinni oyddi tey, sum trúðu ikki, og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag. Somuleiðis eru Sodoma og Gomorra og býirnir har rundan um sum á sama hátt sum hesi drivu hor og gingu eftir fremmandum holdi settir til fyridømi, við tað at teir líða ævigs elds straff. Tó gera eisini hesi á sama hátt: Tey ganga í dreymum, dálka holdið, vanvirða harradømi og spotta dýrdir. Mikael yvireingil hættaði sær tó ikki, táið hann trætti við Djevulin um likam Mósesar, at leggja á hann háðandi dóm; nei, hann segði: ?Harrin straffi teg!? Men hesi spotta tað, sum tey kenna ikki; og tað, sum tey av náttúruni vita um eins og dýrini, ið einki vit hava við tí oyða tey seg sjálv. Vei teimum! Tey eru farin veg Káins, hava fyri vinnings skuld kastað seg út í villu Bileams, og eru gingin til grundar í uppreistri Kora! Hesi eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara; uttan at skammast halda tey veitslur við tykkum og fóðra seg sjálv. Tey eru vatnleys skýggj fúkandi fyri vindinum, trø, ber sum um heystið, ófruktbør, tvær ferðir deyð, rykt upp við rót. Tey eru villar havsbylgjur, sum skúma frá sær sína egnu skomm, villfarandi stjørnur niða og nátt í allar ævir eru teimum goymdar! Um hesi var tað eisini, Enok, sjeyndi maður frá Ádami, profeteraði og segði: ?Harrin kemur við hinum mongu túsund heiløgu Sínum at halda dóm yvir øllum og straffa øll hini gudleysu fyri øll gudleysu verk teirra, sum tey gjørdu, og fyri øll hini hørðu orð, tey talaðu móti Honum, gudleysu syndarar teirra!? Hetta eru tey, sum knarra og gremja seg um lut sín og so liva tey eftir lystum sínum! Muður teirra talar hugmóðig orð, tóat tey fyri vinnings skuld smikra fyri fólki. Men tit, elskaðu, minnist orðini, ið frammanundan eru talað av ápostlum Harra okkara Jesu Krists! Teir søgdu tykkum jú, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum ganga eftir gudleysu lystum sínum. Hetta eru tey, sum skilja seg frá, náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda. Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara, biðið í Heilaga Andanum, og haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds, meðan tit bíða eftir náði Harra okkara Jesu Krists til ævigt lív! Talið summi til rættis, tí tey ivast! Frelsið onnur við at ríva tey út úr eldinum! Uppaftur øðrum skulu tit miskunna við ótta, so tit hata enntá hin av holdinum dálkaða kyrtil! Honum, sum mentur er at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd Sína, ólastandi, í gleði, Honum, hinum einasta Gudi, Frelsara okkara við Jesusi Kristi, Harra okkara, tilhoyrir dýrd, hátign, styrki og máttur, framman undan allari tíð, nú og í allar ævir. Amen. Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse KAPITUL Tøkk fyri lív samkomunnar í trúgv og kærleika, Bøn fyri teimum um andaligan frama, Um stórleika og dýrd Kristusar og frelsuna við Honum, Kall Paulusar til tænara samkomunnar, Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu, og bróðirin Timoteus til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara! Vit takka Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists, altíð táið vit biðja fyri tykkum; tí vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Kristus Jesus og kærleikan, ið tit hava til øll hini heiløgu fyri vónarinnar skuld, sum tykkum er goymd í Himlunum, og sum tit frammanundan hava hoyrt um við orði sannleikans í evangeliinum, sum komið er til tykkara, eins og tað eisini er í øllum heiminum, og ber ávøkst og veksur sum hjá tykkum, frá tí degi tit hoyrdu tað og av sonnum lærdu at kenna náði Guds. Hitt sama hava tit jú eisini lært av Epafrasi, hinum elskaða okkara, sum tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum, honum, sum eisini hevur sagt okkum frá kærleika tykkara í Andanum. Frá tí degi vit hoyrdu tað, hava vit tí ikki hildið uppat at biðja fyri tykkum og bøna um, at tit skulu fyllast við kunnskapi um vilja Hansara í øllum vísdómi og andaligum viti til at liva Harranum verdiga, sum Honum líkar á allan hátt, og við kunnskapinum um Gud bera ávøkst, vaksa í øllum góðum verki og styrkjast við allari styrki eftir kraft dýrdar Hansara til alt tol og langmóð, so tit við gleði takka Faðirinum, sum gjørdi okkum før fyri at fáa part í arvaluti hinna heilagra í ljósinum, reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða Sonar Síns. Í Honum hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna. Hann er mynd Guds hins ósjónliga og hin frumborni als skapnings. Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald alt er skapt við Honum og til Hansara, Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi. Hann er høvd likamsins samkomunnar Hann, sum er upphavið, hin frumborni av hinum deyðu. Soleiðis skuldi Hann í øllum vera hin fyrsti. Tí Gudi líkaði, at øll fyllingin skuldi búgva í Honum, og við Honum at gera alt sátt við Seg veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara. Eisini tykkum, sum einaferð vóru gjørd Honum fremmand og vóru fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum tykkum hevur Hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami Hansara við deyðanum, fyri at føra tykkum fram fyri ásjón Sína, heiløg, lýtaleys og ólastandi so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin. Nú gleðist eg í líðingum mínum fyri tykkum; og tað, sum enn vantar á í kristslíðingunum, sum eg í holdi mínum má tola, uppfylli eg nú fyri likam Hansara, samkomuna; tí tænari hennara eri eg vorðin eftir tí húshaldi Guds, sum mær er givið tykkara millum: Til fulnar at kunngera orð Guds, loyndarmálið, sum hevur verið dult frá upphavi alra tíða og ætta, men nú er vorðið opinberað hinum heiløgu Hansara. Tí teimum vildi Gud kunngera, hvussu ríkt í dýrd tað er millum heidningarnar, hetta loyndarmál, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar. Hann kunngera vit, táið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi. Fyri hetta arbeiði eisini eg og stríði við kraft Hansara, sum veldiga virkar í mær. KAPITUL Áminning um at halda seg til Kristus, Ávaring móti lygilærum, trældómi undir menniskjaboðum og eingladýrkan, Reglur viðvíkjandi mati o. ø, Tí eg vil, at tit skulu vita, hvussu nógv stríð eg havi fyri tykkum og fyri tey í Laodikea og fyri øll, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus. í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna fjaldir. Hetta sigi eg, fyri at eingin skal dára tykkum við lokkandi talu. Tí um eg so í holdinum eri fráverandi, eri eg tó í andanum hjá tykkum og gleðist við at síggja, hvussu gott skilið er hjá tykkum, og hvussu føst tit eru í trúnni á Kristus. Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum, og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd, og vaksið í henni við takkargerð! Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi! Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga, og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis. Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu. Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara holdinum gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin. Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum. Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati! Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar. Latið ongan ræna sigurslønina frá tykkum, um onkur roynir hetta við ?eyðmjúkleika? og eingladýrkan, við tað at hann tekst við tað, sum hann hevur sæð í sjónum uttan grund uppblástur av holdliga sinni sínum og heldur ikki fast við høvdið, sum alt likamið veksur vøkst Guds út úr, hjálpið og samanbundið av liðum og bondum sínum! Eru tit við Kristusi deyð frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, sum tit høvdu livað í heiminum enn, slík boð leggja á tykkum: ?Tak ikki, smakka ikki, nem ikki!? Hetta er tó alt ætlað til oyðingar við at verða nýtt! Alt slíkt er boð og lærdómar manna! Hetta hevur víst orð fyri at vera vísdómur við sjálvvaldari dýrkan, ?eyðmjúkleika? og ringari viðferð av likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert! Tað er einki til uttan at metta holdið! KAPITUL Áminning um at søkja tað, ið omanfyri er, leggja synd av, klæðast í miskunn og lata orð Kristusar búgva ríkliga hjá sær, Reglur fyri hjún, fyri børn og fedrar, trælir og harrar, Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds! Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er! Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi. Táið Kristus, lív okkara, opinberast, skulu eisini tit opinberast við Honum í dýrd. Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan! Fyri hetta kemur vreiði Guds. Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí. Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara. Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap eftir mynd Hansara, sum skapti tað! Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur nei, Kristus er alt og í øllum. Latið tykkum sum hini útvaldu, heiløgu og elskaðu Guds í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð! Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva. Men yvir alt hetta klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans! Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami og verðið takksom! Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi! Alt, sum tit gera í orði ella verki gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum! Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum! Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær! Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum! Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið! Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans! Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju! Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna. Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur. Kap. Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli. KAPITUL Áminning um bøn, eisini fyri Paulusi, og um at vera vís í atburði og talu, Heilsanir, Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið! Biðið fyri okkum við, at Gud skal lata okkum upp dyr fyri orðinum, til at tala loyndarmál Kristusar, fyri hvørs skuld eg eisini eri í leinkjum at eg kann opinbera tað, so sum eg eigi at tala! Umgangist í vísdómi tey, sum uttanfyri eru, og keypið hina lagaligu tíð! Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum! Hvussu mær gongst, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin, sum so trúliga hjálpir mær og tænir saman við mær í Harranum, bera tykkum boð um, alt samalt. Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara. Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her. Aristarkus, sum er fangi saman við mær, letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum! Eisini Jesus, sum kallast Justus, letur heilsa tykkum. Av hinum umskornu eru hesir teir einastu samverkamenn fyri ríki Guds, sum eru vorðnir mær til troyst. Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds. Tí eg gevi honum tann vitnisburð, at hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis. Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum. Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara! Táið hetta bræv er lisið upp hjá tykkum, síggið tá til, at tað eisini verður lisið upp í samkomuni í Laodikea, og at eisini tit fáa lisið brævið úr Laodikea! Sigið við Arkippus: ?Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!? Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond. Minnist leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum! Evangeliið eftir Lukas KAPITUL Gabriel eingil kemur til Zakarias, Til Mariu, Maria vitjar Elisabet, Jóhannes verður føddur, Zakarias profeterar, Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus, fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt. Á døgum Heródesar kongs í Judea var prestur, ið æt Zakarias, av skifti Abia; hann hevði konu av døtrum Áron; hon æt Elisabet. Tey vóru bæði rættvís fyri Gudi og livdu ólastandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans. Men tey áttu einki barn; tí Elisabet var ófruktbør; og tey vóru bæði væl við aldur. Nú hendi tað, meðan hann tænti sum prestur fyri Gudi, táið skifti hansara átti at gera tænastuna, at tað, soleiðis sum siður var í prestatænastuni, fall honum í lut at fara inn í tempul Harrans og bera fram roykilsisofrið. Øll mannfjøldin helt bøn uttanfyri, meðan roykilsisofrið varð borið fram. Tá vísti eingil Harrans seg fyri honum, standandi høgrumegin roykilsisaltarið. Zakarias ræddist, táið hann sá hann, og ótti fall á hann. Men eingilin segði við hann: ?Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes. Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur. Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi. Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra. Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.? Tá segði Zakarias við eingilin: ?Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!? Eingilin svaraði honum: ?Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð. Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni.? Fólkið stóð og bíðaði eftir Zakariasi; og tey undraðust á, at hann varð so leingi í templinum. Táið hann nú kom út, fekk hann ikki talað til teirra; tey skiltu tá, at hann hevði sæð sjón í templinum. Og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur. Táið so tænastutíð hansara var at enda, fór hann heim til sín sjálvs. Men eftir hesar dagar varð Elisabet, kona hansara, við barn; og hon helt seg fjalda fimm mánaðir og segði: ?So hevur Harrin gjørt við meg, teir dagar Hann sá til mín, at taka burt vanæru mína millum menniskjuni!? Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret, til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria. Eingilin kom inn til hennara og segði: ?Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!? Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða. Tá segði eingilin við hana: ?Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi. Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara. Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.? Tá segði Maria við eingilin: ?Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?? Eingilin svaraði henni: ?Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds. Og nú, Elisabet, skyldkona tín eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør. Tí einki er Gudi ómøguligt.? Tá segði Maria: ?Eg eri tænastukvinna Harrans mær verði, sum tú hevur sagt!? So fór eingilin frá henni. Á hesum døgum fór Maria við skundi avstað til fjallalandið, til ein bý í Juda. Hon kom inn hjá Zakariasi og heilsaði Elisabet. Táið tá Elisabet hoyrdi heilsu Mariu, spældi fostrið í lívi hennara. Og Elisabet fyltist av Heilaga Andanum, rópti hart og segði: ?Signað ert tú millum kvinnur, og signað er lívsfrukt tín! Hvussu hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur til mín? Tí veitst tú í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum! Og sæl er hon, ið trúði; tí tað skal ganga út, sum henni er sagt av Harranum.? Tá segði Maria: ?Sál mín setur Harran høgt, og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum; tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla, tí Hann hevur gjørt stórverk við meg, Hann, hin veldigi. Heilagt er navn Hansara. Ætt eftir ætt er miskunn Hansara yvir teimum, ið óttast Hann. Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína. Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða. Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum. Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.? Maria steðgaði nú einar tríggjar mánaðir hjá henni og fór so heimaftur til sín sjálvs. So kom tíðin hjá Elisabet, táið hon skuldi eiga. Og hon átti son. Táið grannar og skyldfólk hennara frættu, at Harrin hevði gjørt miskunn Sína stóra móti henni, gleddust tey saman við henni. Áttanda dagin komu tey so at umskera barnið; og tey ætlaðu at kalla hann Zakarias eftir faðir hansara. Men móðir hansara tók til orða og segði: ?Nei, hann skal eita Jóhannes!? Tá søgdu tey við hana: ?Eingin er jú í ætt tíni, sum eitur so!? Tey gjørdu tá tekin til faðir hansara fyri at fáa at vita, hvat hann vildi, at barnið skuldi eita. Hann bað fáa sær talvu, og skrivaði hesi orð: ?Jóhannes er navn hansara.? Tá undraðust øll. Í somu stund opnaðust muður og tunga hansara; og hann talaði og prísaði Gudi. Ótti kom á øll, sum búðu har rundanum; í øllum fjallalandinum í Judea var nógv tos um alt hetta. Øll, ið hoyrdu tað, løgdu sær tað á hjarta og søgdu: ?Hvat man fara at verða av hesum barni?? Tí hond Harrans var við honum. Zakarias, faðir hansara, fyltist nú av Heilaga Andanum, profeteraði og segði: ?Lovaður veri Harrin Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út. Hann hevur reist okkum upp frelsuhorn í húsi Dávids, tænara Síns, eins og Hann talaði við munni heiløgu profeta Sína frá fornum tíðum frelsu frá fíggindum okkara og frá hond alra teirra, ið hata okkum, fyri at gera miskunn móti fedrum okkara og minnast heilaga sáttmála Sín, eiðin, ið Hann svór Ábrahami, faðir okkara at Hann skuldi veita okkum, at vit, bjargað av hond fígginda okkara, skuldu kunna tæna Honum óttaleys, í heilagleika og rættvísi, fyri ásjón Hansara, allar dagar okkara. Eisini tú, barn, skalt verða kallaður profetur hins Hægsta; tí tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans at gera vegir Hansara til reiðar, fyri at læra fólk Hansara frelsu at kenna í fyrigeving synda teirra. Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.? Barnið vaks nú og varð sterkt í Andanum; og hann var í oyðimørkunum, inntil tann dag hann steig fram fyri Ísrael. KAPITUL Jesus verður føddur, umskorin og borin fram fyri Harran, Símeon og Anna, Jesus í Nazaret, Tólv ára gamal í templinum, Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal. Henda fyrsta innskrivingin var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi. Tá fóru øll at lata seg skriva, hvør til sín egna bý. Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem tí hann var av húsi og ætt Dávids at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn. Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga. Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum. Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum. Nú stóð eingil Harrans fyri teimum, og dýrd Harrans lýsti rundan um teir; tá vórðu teir ógvuliga ræddir. Men eingilin segði við teir: ?Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids. Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.? Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði: ?Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!? Táið so einglarnir vóru farnir frá teimum upp til Himmals, søgdu hirðarnir hvør við annan: ?Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum!? So skundaðu teir sær og komu og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið, sum lá í krubbuni. Táið teir sóu tað, søgdu teir frá tí, sum talað var til teirra um hetta barn. Og øll, sum hoyrdu tað, undraðust á tað, ið teimum varð sagt av hirðunum. Men Maria legði sær øll hesi orð í minni og grundaði á tey í hjarta sínum. Hirðarnir fóru so avstað aftur, prísandi og lovandi Gudi fyri alt tað, ið teir høvdu hoyrt og sæð soleiðis sum teimum var sagt. Táið nú átta dagar vóru gingnir, og Hann skuldi verða umskorin, varð navn Hansara kallað Jesus sum tað var kallað av einglinum, áðrenn Hann var gitin í móðurlívi. Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerúsalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran sum skrivað er í lóg Harrans, at alt mannkyn, ið opnar móðurlív, skal kallast heilagt fyri Harranum og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar. Í Jerúsalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum. Honum var opinberað av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans. Hann kom nú, drivin av Andanum, inn í templið; og táið foreldrini bóru barnið Jesus inn at gera við Hann, sum siður var eftir lógini, tók hann Hann í favn, lovaði Gudi og segði: ?Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt; tí eygu míni hava sæð frelsu Tína, sum Tú gjørdi til fyri eygum alra tjóða, ljós til at lýsa upp heidningarnar, og Ísrael, fólki Tínum, dýrd.? Faðir og móðir Hansara undraðust á tað, ið sagt varð um Hann. Símeon signaði tey nú og segði við Mariu, móður Hansara: ?Hesin er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising, og til tekin, ið verður mótsagt ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum fyri at opinberast skal, hvat mong hjørtu hugsa.? Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað sjey ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj. og var nú einkja, um ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag. Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerúsalems. Táið tey nú høvdu fullført alt eftir lóg Harrans, fóru tey aftur til Galilea, til bý sín, Nazaret. Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum. Foreldur Hansara fóru hvørt ár til Jerúsalem um páskahøgtíðina. Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina, og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vitstu ikki av tí. Tey hugsaðu, at Hann var millum ferðafólkið, og hildu so fram eina dagsferð; og tey leitaðu eftir Honum hjá skyldfólki og kunningum sínum. Við tað at tey nú ikki funnu Hann, vendu tey aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir Honum. Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir. Og øll, sum hoyrdu Hann, vóru heilt ovfarin av undran yvir vit og svar Hansara. Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: ?Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.? Tá segði Hann við tey: ?Hví leitaðu tit eftir Mær? Vitstu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?? Men tey fataðu ikki tað, sum Hann segði við tey. So fór Hann heim við teimum og kom til Nazaret og var teimum lýðin. Og móðir Hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum. Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum. KAPITUL Jóhannes prædikar og doypir, Jesus verður doyptur. Jóhannes settur í fangahús. Ættartal Jesusar, Fimtanda árið ið Tiberius var keisari táið Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea, Heródes fjórðingshøvdingi í Galilea, Filip, bróðir hansara, fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar kom orð Guds til Jóhannes, son Zakarias, í oyðimørkini. Hann fór út og prædikaði allastaðni í landinum við Jordan umvendingardóp til syndafyrigeving, soleiðis sum skrivað er í bókini við orðum Esaiasar profets: ?Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: ?Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara! Hvør dalur skal fyllast upp, og hvørt fjall og hvør heyggjur skal slættast niður; tað, sum bogið er, skal beinast; hitt óslætta skal verða slættir vegir; og alt hold skal síggja frelsu Guds.?? Hann segði nú við fólkið, ið kom út at verða doypt av honum: ?Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur? Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! Og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: ?Vit hava jú Ábraham til faðir!? Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum. Øksin liggur eisini longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin.? Fólkið spurdi hann: ?Hvat skulu vit tá gera?? Hann svaraði teimum: ?Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.? Eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: ?Meistari, hvat skulu vit gera?? Hann svaraði teimum: ?Krevjið ikki meir, enn tykkum er fyriskrivað!? Eisini hermenn spurdu hann: ?Hvat skulu vit tá gera?? Hann svaraði teimum: ?Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!? Táið nú fólkið gekk í væntan, og øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, um hann mundi ikki vera Kristus, svaraði Jóhannes teimum øllum: ?Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi. Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, fyri at Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveitina inn í løðu Sína; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.? Eisini mangar aðrar áminningar gav hann fólkinum og kunngjørdi teimum evangeliið. Men táið Heródes fjórðingshøvdingi varð átalaður av honum viðvíkjandi Heródias, bróðurkonu síni, og fyri alt hitt illa, ið Heródes gjørdi, legði hann eisini tað aftrat øllum hinum, at hann setti Jóhannes í fangahús. Meðan nú alt fólkið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doyptur og bað, at Himmalin opnaðist, og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: ?Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka.? Jesus sjálvur var um ár, táið Hann byrjaði verk Sítt; og Hann var sum tey hildu sonur Jósef, son Eli, son Mattat, son Levi, son Melki, son Jannai, son Jósef, son Mattatias, son Amos, son Na'um, son Esli, son Naggai, son Ma'at, son Mattatias, son Sime'i, son Jósek, son Jóda, son Jóanan, son Resa, son Zerubbabel, son Sealtiel, son Neri, son Melki, son Addi, son Kósam, son Elmadam, son Er, son Jesus, son Eliezer, son Jórim, son Mattat, son Levi, son Símeon, son Juda, son Jósef, son Jónam, son Eljakim, son Melea, son Menna, son Mattata, son Natan, son Dávid, son Ísai, son Obed, son Boas, son Salmon, son Nason, son Amminadab, son Ram, son Hezron, son Perez, son Juda, son Jákup, son Ísak, son Ábraham, son Tara, son Nakor, son Serug, son Re'u, son Peleg, son Eber, son Sala, son Kenan, son Arpaksad, son Sem, son Nóa, son Lamek, son Metusala, son Enok, son Jared, son Malalael, son Kenan, son Enos, son Set, son Ádam, son Gud. KAPITUL Jesus verður freistaður, Lærir í Nazaret, Í Kapernaum, Grøðir ein, sum settur er av illum anda, vermóður Pætur og mong onnur, Prædikar í sýnagogum í Galilea, Men Jesus kom aftur frá Jordan, fullur av Heilaga Andanum; og Hann varð av Andanum leiddur um í oyðimørkini og varð dagar freistaður av Djevulinum. Hann át einki teir dagarnar; og táið teir vóru á enda, fór Hann at hungra. Tá segði Djevulin við Hann: ?Ert Tú Sonur Guds, so sig við henda stein, at hann skal verða breyð!? Jesus svaraði honum: ?Skrivað er: ?Menniskjan livir ikki bert av breyði.?? Tá fór hann niðan við Honum og vísti Honum alt í einum øll ríki heimsins. Og Djevulin segði við Hann: ?Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil. Vilt Tú nú falla niður og tilbiðja meg, skal tað alt vera Títt.? Jesus svaraði honum: ?Skrivað er: ?Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.?? Nú fór hann til Jerúsalem við Honum, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann: ?Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: ?Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, at teir skulu varðveita teg, og at teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.?? Jesus svaraði honum: ?Sagt er: ?Tú mást ikki freista Harran Gud tín.?? Táið Djevulin hevði endað alla freisting, veik hann frá Honum eina tíð. Jesus kom nú í kraft Andans aftur til Galilea, og tíðindini um Hann komu út um alt landið har rundanum. Hann lærdi í sýnagogum teirra og varð prísaður av øllum. Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa. Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð: ?Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, at kunngera náðiár Harrans.? So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann. Tá fór Hann at tala til teirra: ?Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.? Tey góvu Honum øll vitnisburð og undraðust á hini lívsælu orð, ið út gingu av munni Hansara og tey søgdu: ?Er hesin ikki sonur Jósef!? Tá segði Hann við tey: ?Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: ?Lækni, grøð teg sjálvan!? ?Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!?? Men Hann segði: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin profetur verður væl fagnaður á heimstaði sínum! Eg sigi tykkum tað satt, at nógvar einkjur vóru í Ísrael á døgum Eliasar, ta ferðina himmalin varð afturlatin trý ár og seks mánaðir, og stórur hungur var í øllum landinum; og til onga teirra varð Elias sendur, men bert til eina einkju í Sarepta við Sidon. Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na'aman Sýrlendingur.? Táið tey, sum í sýnagoguni vóru, hoyrdu hetta, fyltust tey øll av vreiði; og tey reistust og róku Hann av býnum, og fóru við Honum út á egg fjalsins, ið staður teirra var bygdur á, at stoyta Honum oman. Men Hann gekk mitt ígjøgnum flokkin og fór avstað. Hann kom tá til Kapernaum, bý í Galilea; og Hann lærdi tey sabbatin. Tey vóru sligin av undran yvir læru Hansara; tí tala Hansara var við myndugleika. Í sýnagoguni var nú maður, ið hevði óreinan, illan anda; hann rópti hart: ?Burt! Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!? Men Jesus hótti at honum og segði: ?Tig, og far út úr honum!? Hin illi andin kastaði hann tá niður mitt ímillum teirra og fór út úr honum og hevði einki mein gjørt honum. Tá kom ræðsla á øll, og tey tosaðu hvørt við annað og søgdu: ?Hvat er hetta fyri orð? Við valdi og kraft býður Hann hinum óreinu andum, og teir fara út!? Tíðindini um Hann komu út allastaðni har um vegir. Hann reistist nú og fór út úr sýnagoguni og inn hjá Símuni. Vermóðir Símun lá við sterkum fepri, og tey bóðu Hann fyri henni. Tá fór Hann og stóð uppi yvir henni; og Hann hótti at feprinum. Og hon slapp frá honum og fór alt fyri eitt upp og borðreiddi fyri teimum. Men táið sólin gekk undir, komu øll, sum høvdu sjúk fólk við alskyns sjúkum, til Hansara við teimum; og Hann legði hendurnar á hvørt eitt teirra og grøddi tey. Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: ?Tú ert Sonur Guds!? Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vitstu, at Hann var Kristus. Táið dagur var komin, fór Hann út og fór til oyðið stað; fólkið leitaði tá eftir Honum, og tey komu líka til Hansara og hildu Honum, so Hann skuldi ikki fara frá teimum. Men Hann segði við tey: ?Eisini í hinum býunum má Eg kunngera evangeliið um ríki Guds; tí tað eri Eg sendur til.? Hann prædikaði nú í sýnagogunum í Galilea. KAPITUL Fiskaveiði Pæturs, Jesus grøðir ein spitalskan, Ein lamnan, Kallar Levi, Etur við tollarum, Talar um føstu, Sum nú fólkið einaferð tyrptist um Hann og hoyrdi orð Guds Hann stóð við Genezaretsvatn sá Hann tveir bátar liggja har við vatnið; fiskimenninir vóru farnir frá teimum og tókust við at skola gørnini. Tá fór Hann inn í annan bátin, tann hjá Símuni, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi. So settist Hann niður og lærdi fólkið úr bátinum. Táið Hann helt uppat at tala, segði Hann við Símun: ?Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!? Tá svaraði Símun Honum: ?Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.? Táið teir gjørdu tað, fingu teir stóra mongd av fiski; og gørn teirra skrædnaðu. Tá veittraðu teir eftir feløgum sínum á hinum bátinum, at teir skuldu koma og hjálpa teimum; teir komu tá, og teir fyltu báðar bátarnar, so teir mundu sokkið. Táið nú Símun Pætur sá hetta, fall hann niður fyri knøum Jesusar og segði: ?Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!? Tí ræðsla var komin á hann og allar teir, ið við honum vóru, av hesi fiskaveiði, ið teir høvdu fingið, somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, sum vóru felagar Símunar. Men Jesus segði við Símun: ?Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju.? Teir fóru so at landi við bátunum og fóru frá øllum og fylgdu Honum. Meðan Hann nú var í einum av býunum, var har maður, fullur av spitalsku; táið hann sá Jesus, fall hann niður á andlit sítt, bað Hann og segði: ?Harri, vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.? Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: ?Eg vil; verð reinur!? Við tað sama slapp hann frá spitalskuni. Hann beyð honum ongum at siga tað, men: ?Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!? Tíðindini um Hann komu nú enn víðari um; og nógv fólk kom saman at hoyra og verða grøtt fyri sjúkur sínar. Men Hann slapp Sær burtur til oyðin støð og var har í bøn. Nú var tað, ein dagin Hann lærdi; har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galilea og Judea og úr Jerúsalem; og kraft Harrans til at grøða var hjá Honum. Tá komu nakrir menn berandi við lamnum manni í song. Teir royndu at sleppa inn við honum og leggja hann framman fyri Hann. Men við tað at teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri fólkinum, fóru teir upp á takið og sígdu bæði hann og songina niður millum taksteinarnar, beint framman fyri Jesus. Táið Hann sá trúgv teirra, segði Hann: ?Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!? Tá fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at hugsa við sær sjálvum so: ?Hvør er hesin, sum talar slík gudspottandi orð? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Gud eina!? Men við tað at Jesus kendi hugsanir teirra, svaraði Hann teimum: ?Hvat er tað, tit hugsa í hjørtum tykkara! Hvat er lættari, at siga: ?Syndir tínar eru tær fyrigivnar!? ella at siga: ?Reis teg og gakk!? Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir? segði Hann við hin lamna: ?Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!? Tá reistist hann við tað sama fyri eygum teirra, tók tað, ið hann lá á, og fór heim til sín sjálvs, lovandi Gudi. Og øll vórðu heilt ovfarin; tey prísaðu Gudi, ótti fylti tey, og tey søgdu: ?Vit hava í dag sæð tað, ið ótrúligt er!? Síðani fór Hann út. Hann fekk tá at síggja tollara, ið æt Levi, sita við tollbúðina, og Hann segði við hann: ?Fylg Mær!? Tá fór hann frá øllum og reistist og fylgdi Honum. Levi gjørdi nú stóra veitslu fyri Honum heima hjá sær; og har var stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs við Honum. Men Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra knarraðu inn á lærisveinar Hansara og søgdu: ?Hví eta og drekka tit við tollarum og syndarum!? Tá svaraði Jesus teimum: ?Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar, til umvendingar.? Teir søgdu við Hann: ?Lærisveinar Jóhannesar fasta íðuliga og halda bønir, og lærisveinar Farisearanna við; men Tínir eta og drekka!? Jesus svaraði teimum: ?Munnu tit fáa brúðmenninar at fasta, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta, teir dagar.? Hann segði teimum eisini líknilsi: ?Eingin skræðir bót av nýggjum plaggi og setur hana á gamalt; tí so bæði skræðir hann sundur hitt nýggja plaggið, og heldur ikki hóskar bótin av hinum nýggja til hitt gamla. Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí hitt nýggja vínið spreingir skinnsekkirnar, og tað fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast. Nei, nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar skinnsekkir. Men eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, vil hava nýtt; tí hann sigur: ?Hitt gamla er gott!?? KAPITUL Lærisveinarnir slíta øks sabbat, Jesus grøðir mann við visnari hond, Velur ápostlarnar, Fjallaprædikan, Næstfyrsta sabbat gekk Hann nú gjøgnum akur; og lærisveinar Hansara slitu øks og gníggjaðu tey sundur við hondunum og ótu. Tá søgdu nakrir av Farisearunum: ?Hví gera tit tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat?? Jesus svaraði teimum: ?Hava tit tá ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, hann og teir, ið við honum vóru hvussu hann fór inn í hús Guds og tók sýnisbreyðini og át, og gav eisini teimum, ið við honum vóru? Og tey hevur eingin loyvi at eta uttan prestarnir eina.? Og Hann segði við teir: ?Menniskjasonurin er Harri sabbatsins við.? Ein annan sabbat kom Hann inn í sýnagoguna og lærdi. Har var tá maður, sum høgra hond var visin á. Hinir skriftlærdu og Fariseararnir høvdu eyguni eftir Honum, um Hann mundi fara at grøða sabbat, fyri at teir kundu finna okkurt at klaga Hann fyri. Men Hann vitsti, hvat teir hugsaðu, og so segði Hann við mannin, sum hevði hina visnu hondina: ?Reis teg og kom fram higar!? Hann reisti seg tá og kom. So segði Jesus við teir: ?Eg spyrji tykkum: Hvat er loyviligt sabbat: At gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at forkoma tí?? Hann hugdi runt á teir allar, og so segði Hann við hann: ?Rætt út hondina!? Hann so gjørdi; tá varð hond hansara frísk aftur sum hin. Men teir vórðu heilt ovursintir og tosaðu hvør við annan um, hvat teir skuldu gera við Jesus. Um ta tíðina fór Hann einaferð niðan á fjallið at biðja; og Hann varð har alla náttina í bøn til Gud. Táið so dagurin kom, kallaði Hann til Sín lærisveinar Sínar og útvaldi tólv av teimum, sum Hann eisini kallaði ápostlar: Símun, sum Hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, Jákup og Jóhannes, Filip og Bartolomeus, Matteus og Tummas, Jákup, son Alfeus, og Símun, sum kallaðist Zelotes, Judas, son Jákup, og Judas Iskariot, hann, sum varð svíkjari. So fór Hann oman við teimum og steðgaði á einum slætta; og har var stórur flokkur av lærisveinum Hansara og stór mongd av fólki úr øllum Judea, úr Jerúsalem og úr landinum fram við sjógvin við Týrus og Sidon, sum vóru komin at hoyra Hann og verða grødd fyri sjúkur sínar. Tey, sum vóru plágað av óreinum andum, vórðu grødd; og alt fólkið royndi at fáa nomið við Hann; tí kraft gekk út frá Honum og grøddi øll. Hann lyfti tá upp eygu Síni, hugdi á lærisveinar Sínar og segði: ?Sæl eru tit fátæku; tí ríki Guds er tykkara. Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa. Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum, táið tey ikki vilja vita av tykkum, og táið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld. Gleðist tann dag og leypið av frøi! Tí løn tykkara er stór í Himli. Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar. Men vei tykkum, tit ríku! Tí tit hava longu fingið troyst tykkara. Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta. Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar. Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum, signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út! Táið ein slær teg undir annan vangan, so rætt honum hin við, og táið ein tekur kappan frá tær, so sýt honum heldur ikki kyrtilin! Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur! Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum. Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir. Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama. Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur. Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu. Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur! Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið! Gevið, so skal tykkum verða givið gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.? Hann segði teimum eisini líknilsi: ?Man blindur kunna leiða blindan! Koma teir ikki báðir at falla í grøvina! Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; men ein og hvør, ið er fulllærdur, verður sum meistari hansara. Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan, sum er í tínum egna eyga? Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: ?Bróðir, lat meg taka út flísina, sum er í eyga tínum!? tú, sum sært ikki bjálkan í tínum egna eyga! Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka út flísina, sum er í eyga bróður tíns! Tí einki gott træ er, sum ber ringan ávøkst, og einki ringt træ er, sum ber góðan ávøkst. Hvørt træ kennist av ávøksti sínum. Tey sanka jú ikki fikur av tornum, ei heldur henta tey vínber av tornarunni. Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið hjarta tess hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til; tí muður tess talar tað, sum hjartað er ov fult av. Men hví kalla tit Meg: ?Harri, Harri!? og gera ikki tað, sum Eg sigi? Hvør tann, ið kemur til Mín og hoyrir orð Míni og ger eftir teimum hvørjum hann er líkur, skal Eg vísa tykkum. Hann er líkur manni, ið skuldi byggja hús, og sum tá gróv djúpt niður og legði grundina á hellu. Táið tá vatnflóð kom, skolaði streymurin á tað hús, og hann var ikki mentur at vika tí, av tí at tað var væl bygt. Men tann, ið hoyrir og ger ikki eftir tí, er líkur manni, ið bygdi hús sítt oman á jørðini við ongum grundarlagi undir. Streymurin skolaði á tað, og tað fall við tað sama, og fall tess húss varð stórt.? KAPITUL Jesus grøðir tænara høvuðsmans, Vekur upp son einkjunnar, Vitnar um Seg og Jóhannes doypara, Verður salvaður av syndafullari kvinnu, Táið Hann nú hevði endað øll orð Síni, meðan fólkið lurtaði eftir, fór Hann inn í Kapernaum. Og høvuðsmaður hevði tænara, ið var sjúkur og deyðanum nær, og hann var ógvuliga góður við hann. Táið hann nú hoyrdi um Jesus, sendi hann nakrar av hinum elstu Jødanna til Hansara og bað Hann koma og grøða tænara sín. Teir komu so til Jesus og bóðu Hann bønliga og søgdu: ?Hann er væl verdur, at Tú gert hetta fyri hann; tí hann elskar fólk okkara, og tað er hann, ið hevur bygt okkum sýnagoguna.? Jesus fór tá við teimum. Men táið Hann ikki hevði langt eftir til húsið, sendi høvuðsmaðurin nakrar vinmenn til Hansara og læt siga við Hann: ?Harri, ómaka Teg ikki, tí eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Tí helt eg heldur ikki meg sjálvan vera verdan at koma til Tín; men sig orð, so verður drongur mín frískur! Eg eri jú maður, ið sjálvur standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: ?Far!? so fer hann, við ein annan: ?Kom!? so kemur hann, og við tænara mín: ?Ger hetta!? so ger hann tað.? Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann á hann, og Hann vendi Sær á og segði við fólkið, ið fylgdi Honum: ?Eg sigi tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv nei, ikki í Ísrael heldur!? Og táið teir, ið út vóru sendir, komu aftur til hús, funnu teir hin sjúka tænaran frískan. Dagin eftir fór Hann so til bý, sum eitur Nain, og nógvir av lærisveinum Hansara og hópur av fólki fóru við Honum. Táið Hann nú nærkaðist býportrinum, varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur móður sína, og hon var einkja; og nógv fólk úr býnum var við henni. Táið Harrin sá hana, tykti Honum hjartaliga synd í henni, og Hann segði við hana: ?Grát ikki!? So steig Hann til og nam við børuna, og teir, ið bóru, steðgaðu. Og Hann segði: ?Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!? Tá reisti hin deyði seg og fór at tala, og Hann gav móður hansara hann. Tá fall ótti á øll, og tey prísaðu Gudi og søgdu: ?Stórur profetur er risin upp millum okkara!? og: ?Gud hevur vitjað fólk Sítt!? Hetta tosið um Hann kom út um alt Judea og alt landið har um vegir. Alt hetta fekk Jóhannes at frætta um frá lærisveinum sínum. Tá kallaði Jóhannes tveir lærisveinar sínar til sín, sendi teir til Harran og læt siga: ?Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?? Táið nú menninir komu til Hansara, søgdu teir: ?Jóhannes doypari hevur sent okkum til Tín og letur siga: ?Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan??? Júst tá grøddi Hann mong fyri sjúkur og plágur og illar andar og gav mongum blindum sjón. Hann svaraði teimum tá: ?Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind síggja, lamin ganga, spitølsk verða reinsað, deyv hoyra, deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum og sælur er tann, ið ikki tekur sær ilt av Mær!? Táið nú sendimenn Jóhannesar vóru farnir, tók Hann at tala til fólkið um Jóhannes: ?Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Rør, ið sveiggjar fyri vindinum? Ella hvat fóru tit út at síggja? Mann í fínum klæðum? Teir, sum ganga í dýrum klæðum og liva í góðgæti, eru í kongahøllunum. Ella hvat fóru tit út at síggja? Profet? Ja, sigi Eg tykkum: Og meir enn profet! Hann er tann, ið skrivað er um: ?Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær veg Tín til reiðar.? Eg sigi tykkum: Størri profetur enn Jóhannes er ikki millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Guds er størri enn hann. Og alt fólkið, sum hoyrdi hann, gav Gudi rætt, tollararnir við, og lótu seg doypa við dópi Jóhannesar; men Fariseararnir og hinir lógkønu hava vanvirt ráð Guds viðvíkjandi sær, við tað at teir lótu seg ikki doypa av honum. Hvat skal Eg tá líkna menniskjuni í hesi ætt við, og hvørjum eru tey lík? Tey líkjast børnum, ið sita á torginum og rópa hvørt til annað: ?Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki, vit sungu sorgarsongir fyri tykkum, og tit grótu ikki!? Tí Jóhannes doypari kom hann hvørki át breyð ella drakk vín og tit siga: ?Hann hevur illan anda!? Menniskjasonurin kom Hann etur og drekkur og tit siga: ?Hygg átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!? Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av øllum børnum sínum.? Ein av Farisearunum bað Hann koma og eta hjá sær; Hann fór tá inn hjá Farisearanum og setti Seg til borðs. Og har í býnum var syndafull kvinna; táið hon fekk at vita, at Hann sat til borðs heima hjá Farisearanum, kom hon við alabasturkrukku við salvu og stóð aftan fyri Hann, við føtur Hansara, græt og fór at væta føtur Hansara við tárum sínum, turkaði teir við hári sínum, kysti føtur Hansara og salvaði teir við salvuni. Táið nú Farisearin, ið hevði boðið Honum inn, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: ?Var hesin profetur, so vitsti Hann, hvør og hvussu henda kvinna er, ið nemur við Hann, at hon er syndafull kvinna.? Tá tók Jesus til orða og segði við hann: ?Símun, Eg havi nakað at siga við teg!? Hann svaraði: ?Meistari, sig tað!? ?Ein maður, ið lænti út pening, átti hjá tveimum; annar skyldaði honum denarar, og annar Við tað at teir nú einki áttu at gjalda við, gav hann báðum tað eftir. Hvør teirra man nú fara at elska hann meiri?? Símun svaraði: ?Eg haldi, tann, ið hann gav meiri eftir.? Tá segði Hann við hann: ?Tú dømdi beint!? So vendi Hann Sær móti kvinnuni og segði við Símun: ?Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn. Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu. Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið.? So segði Hann við hana: ?Syndir tínar eru fyrigivnar.? Tá fóru teir, ið sótu til borðs við Honum, at siga við sær sjálvum: ?Hvør er hesin, ið líka fyrigevur syndir!? Men Hann segði við kvinnuna: ?Trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!? KAPITUL Jesus ferðast um og lærir í líknilsum um ríki Guds, Sigur, hvørji ið eru næstingar Hansara, Stillar stormin, Grøðir ein, sum hevur illan anda, og kvinnu við blóðsótt. Vekur upp dóttur Jairusar, Eftir hetta ferðaðist Hann um gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds, og hinir tólv við Honum, somuleiðis nakrar kvinnur, ið grøddar vóru frá illum andum og sjúkum: Maria, ið kallaðist Magdalena, sum sjey illir andar vóru farnir út úr, Jóhanna, sum gift var við Kuza, húsfúta Heródesar, Súsanna og mangar aðrar, ið tæntu teimum við tí, sum tær áttu. Táið nú nógv fólk streymaði saman, og tey fóru út til Hansara úr hvørjum býi, segði Hann í líknilsi: ?Sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin; tað varð traðkað niður, og fuglar himmalsins ótu tað upp. Nakað fall í gaddajørð; táið tað vaks upp, følnaði tað, av tí at tað hevði ikki vætu. Nakað fall mitt ímillum tornir; men tornirnir vuksu upp við og køvdu tað. Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði.? Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: ?Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!? Tá spurdu lærisveinar Hansara Hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða. Hann segði: ?Tykkum er givið at kenna loyndarmál Guds ríkis; men hinum verður tað givið í líknilsum, fyri at tey við síggjandi eygum einki skulu síggja og við hoyrandi oyrum einki fata. Men hetta er líknilsið: Sáðið er orð Guds. Og tey við vegin eru tey, sum hoyra tað; men so kemur Djevulin og tekur burt orðið úr hjarta teirra, fyri at tey skulu ikki trúgva og verða frelst. Tey í gaddajørð eru tey, sum taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað; men hesi hava ikki rót; tey trúgva eina tíð og falla frá freistingarstundina. Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst. Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni. Eingin, ið tendrar ljós, fjalir tað undir ílati ella setur tað undir song; nei, hann setur tað í ljósastaka, fyri at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið. Tí einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma fyri ljósið. Síggið tí til, hvussu tit hoyra! Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið, og tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava.? Móðir og brøður Hansara komu nú til Hansara, og tey sluppu ikki fram til Hansara fyri fólkinum. Boð vórðu tá send til Hansara: ?Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja hitta Teg.? Men Hann svaraði teimum: ?Móðir Mín og brøður Mínir eru hesi, sum hoyra orð Guds og gera eftir tí.? Ein dag fór Hann í bát við lærisveinum Sínum, og Hann segði við teir: ?Latið okkum fara yvir um vatnið!? Teir løgdu tá avstað. Men meðan teir sigldu, sovnaði Hann. Stormur streyk nú oman yvir vatnið, báturin fyltist, og teir vóru í vanda. Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: ?Meistari, meistari, vit ganga burtur!? Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð. Tá segði Hann við teir: ?Hvar er trúgv tykkara!? Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: ?Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?? Teir hildu nú til lands, har sum Gadarenar búðu, beint yvir av Galilea. Táið Hann steig á land, møtti Honum maður úr býnum, sum í langar tíðir hevði verið settur av illum andum og ikki verið í klæðum og ikki havt tilhald í húsum, men í grøvunum. Táið hann sá Jesus, skar hann í róp, fall niður fyri Honum og rópti: ?Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins Hægsta Guds! Eg biði Teg um, at Tú pínir meg ikki.? Tí Hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Mangan hevði hann gripið hann; og hann varð bundin við leinkjum og fótjørnum, og vakt varð hildin yvir honum; men hann sleit sundur tað, sum hann varð bundin við, og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimarkirnar. Jesus spurdi hann nú: ?Hvussu eitur tú?? Hann svaraði: ?Legión? tí nógvir illir andar vóru farnir í hann. Og teir bóðu hann um ikki at siga við teir, at teir skuldu fara niður í avgrundina. Nú var har stórt svínafylgi, sum lá og át á fjallinum; teir bóðu Hann tá loyva sær at fara í svínini, og Hann gav teimum loyvi til tað. Tá fóru hinir illu andarnir út úr manninum og í svínini, og fylgið stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði. Men táið hirðarnir sóu tað, sum hent hevði, flýddu teir og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum. Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey. Teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum nú frá, hvussu hann, ið settur hevði verið av illum andum, var hjálpin. Alt fólkið á teimum leiðum har hjá Gadarenum bað Hann tá um at fara burt frá sær; tí stór ræðsla var á teimum. So fór Hann í bátin og fór avstað aftur. Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði: ?Far heimaftur til tín sjálvs og sig frá stórverkunum, ið Gud hevur gjørt fyri teg!? Tá fór hann avstað og kunngjørdi um allan býin stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann. Táið Jesus nú kom aftur, tók fólkið ímóti Honum, tí øll bíðaðu eftir Honum. Tá kom har maður, ið æt Jairus, og sum var fyristøðumaður fyri sýnagoguni; hann fall niður fyri fótum Jesusar og bað Hann koma inn hjá sær; tí einkadóttir hansara hon var um tólv ár lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, troðkaðist fólkið um Hann. Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum, kom aftanfrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara. Tá spurdi Jesus: ?Hvør var tað, sum nam við Meg?? Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: ?Meistari, fólkið troðkar og treingir Teg jú!? Men Jesus segði: ?Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.? Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd. Tá segði Hann við hana: ?Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!? Meðan Hann enn talaði, kom eitt heiman frá sýnagogustjóranum og segði við hann: ?Dóttir tín er deyð; ómaka ikki Meistaran!? Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: ?Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!? Táið Hann so kom til húsið, loyvdi Hann ongum at koma inn við Sær uttan Pæturi, Jóhannesi og Jákupi og faðir og móður gentuna. Tey grótu øll har og venaðu seg uppi yvir henni; men Hann segði: ?Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur.? Tá læðu tey at Honum; tey vitstu jú, at hon var deyð. Men Hann tók í hond hennara og rópti: ?Genta, reis teg upp!? Tá kom andi hennara aftur, og hon reistist upp alt fyri eitt; og Hann beyð, at tey skuldu geva henni at eta. Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði. KAPITUL Jesus sendir út hinar tólv, Mettar menn, Pætur játtar Jesus sum Kristus, Jesus talar um líðingar Sínar, Umbroytist á fjallinum, Grøðir drong við illum anda, Talar aftur um líðingar Sínar og um at fylgja Sær eftir, Hann kallaði nú saman hinar tólv og gav teimum mátt og vald yvir øllum hinum illu andum og til at grøða sjúkur. Og Hann sendi teir út at prædika ríki Guds og grøða sjúk. Hann segði við teir: ?Takið einki við á ferðini, hvørki stav, tasku, breyð ella pening! Heldur ikki skulu tit hava tveir kyrtlar. Í tí húsi, sum tit koma inn í, skulu tit verða, og haðani skulu tit fara longur. Allastaðni har tey ikki taka ímóti tykkum, úr tí býi skulu tit fara burtur og eisini rista dustið av fótum tykkara til vitnisburð móti teimum.? So fóru teir avstað og ferðaðust um býirnar og prædikaðu evangeliið og grøddu fólk allastaðni. Men Heródes fjórðingshøvdingi frætti alt tað, sum hendi; og hann var í døpurhuga, tí summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá hinum deyðu, summi, at Elias hevði víst seg, onnur uppaftur, at ein av hinum gomlu profetunum var risin upp. Men Heródes segði: ?Jóhannes læt eg hálshøgga; men hvør er hesin, ið eg hoyri slíkt um?? Og hann lá eftir at fáa Hann at síggja. Ápostlarnir komu so aftur og søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt. Tá tók Hann teir við Sær og fór burtur, so teir vóru einsamallir, til bý, sum eitur Betsaida. Men táið fólkið fekk tað at vita, fóru tey aftan á Honum, og Hann tók ímóti teimum og talaði við tey um ríki Guds og grøddi tey, sum tørvaði heilsubót. Men dagurin var farin at halla. Tá komu hinir tólv til Hansara og søgdu: ?Lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og garðarnar her rundanum og fáa sær innivist og okkurt at eta vit eru jú her á staði, sum er oyðið!? Hann segði við teir: ?Gevið tit teimum at eta!? Men teir søgdu: ?Vit hava ikki meir enn fimm breyð og tveir fiskar uttan so er, at vit skulu fara og keypa mat til alt hetta fólk!? Tí har vóru okkurt um menn. Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: ?Latið tey seta seg niður í flokkum, í hvørjum!? Teir so gjørdu og lótu øll seta seg niður. So tók Hann hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði tey; so breyt Hann tey og gav lærisveinum Sínum tey at leggja fyri fólkið. Tey ótu nú og vórðu øll mett. Bitarnir, ið av lupu, vórðu savnaðir saman, tólv kurvar. Einaferð meðan Hann bað, og eingin var hjá Honum uttan lærisveinarnir, spurdi Hann teir: ?Hvønn sigur fólkið Meg vera?? Teir svaraðu: ?Jóhannes doypara; onnur siga Elias; uppaftur onnur siga, at ein av hinum gomlu profetunum er risin upp.? Hann segði við teir: ?Men tit, hvønn siga tit Meg vera?? Pætur svaraði: ?Krist Guds!? Tá beyð Hann teimum strangliga ongum at siga hetta; tí Hann segði: ?Menniskjasonurin skal líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu, høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin.? Og Hann segði við allar: ?Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær. Tí tann, ið vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí. Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað hevur vunnið allan heimin, men mist seg sjálvt ella latið seg sjálvt afturfyri! Tann, ið skammast við Meg og orð Míni, skal Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Síni og Faðirsins og hinna heiløgu eingla. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja ríki Guds.? Einar átta dagar eftir at Hann hevði talað hetta, tók Hann Pætur, Jóhannes og Jákup við Sær og fór niðan á fjallið at biðja. Meðan Hann bað, varð andlit Hansara øðrvísi at síggja, og klæði Hansara vórðu hvít og skyggjandi. Og tveir menn talaðu við Hann; tað vóru Móses og Elias; teir vístu seg í dýrd og talaðu um burturferð Hansara, sum Hann skuldi fullføra í Jerúsalem. Men Pætur og teir, ið við Honum vóru, vóru tungir í svøvni; men táið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd Hansara og menninar báðar, ið hjá Honum stóðu. Táið teir so skiltust frá Honum, segði Pætur við Jesus: ?Meistari! Her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein!? Hann vitsti ikki, hvat hann segði. Sum hann segði hetta, kom skýggj og skuggaði yvir teir, og teir ræddust, táið teir komu inn í skýggið. Úr skýnum kom rødd: ?Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi hoyrið Hann!? Táið røddin kom, sást eingin uttan Jesus eina. Og teir tagdu og søgdu á teimum døgum ongum nakað av tí, sum teir høvdu sæð. Dagin eftir, táið teir komu oman av fjallinum, kom nógv fólk ímóti Honum. Tá rópti ein maður millum fólkið: ?Meistari, eg biði Teg, hygg til son mín! Hann er einkabarn mítt; og andi tekur hann, og við tað sama fer hann at nísta; hann slítur í hann, so skúmið drívur honum av munni; og tað er nóg illa, hann sleppir honum, og illa fer hann tá við honum. Eg bað lærisveinar Tínar reka hann út, men teir vóru ikki mentir.? Tá svaraði Jesus: ?Tú vantrúna og rangvørga ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!? Eisini meðan hann var á veg til Hansara, reiv og sleit hin illi andin í hann. Tá hótti Jesus at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur. Øll vóru tá sligin av undran yvir stórleika Guds. Men táið øll undraðust á alt tað, sum Hann gjørdi, segði Hann við lærisveinar Sínar: ?Goymið í oyrum tykkara hesi orð: Menniskjasonurin skal verða givin menniskjum í hendur!? Hetta orð skiltu teir ikki; tað var teimum dult, so teir fataðu tað ikki; og teir tordu ikki at spyrja Hann um hetta orð. Men tann hugsan steig upp hjá teimum, hvør teirra nú mundi vera størstur. Men við tað at Jesus sá, hvat teir hugsaðu í hjartanum, tók Hann lítið barn og læt tað standa hjá Sær. Og Hann segði við teir: ?Tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg; tí tann, sum er hin minsti av tykkum øllum, hann er stórur.? Tá tók Jóhannes til orða og segði: ?Meistari, vit sóu ein, sum rak út illar andar í navni Tínum; og vit forbuðu honum tað, av tí at hann er ikki í fylgi við okkum!? Men Jesus segði við hann: ?Forbjóðið honum tað ikki! Tí tann, sum ikki er ímóti tykkum, er við tykkum.? Táið nú leið at tíðini, at Hann skuldi verða tikin upp, vendi Hann andliti Sínum móti Jerúsalem, til at fara hagar. Og Hann læt sendimenn fara undan Sær; teir fóru avstað og komu inn í eina bygd Samverja at fáa Honum innivist. Men tey tóku ikki ímóti Honum, tí Hann var á ferð til Jerúsalem. Táið Jákup og Jóhannes, lærisveinar Hansara, sóu hetta, søgdu teir: ?Harri, vilt Tú, at vit skula bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey, eins og Elias gjørdi?? Men Hann vendi Sær á og hevði at teimum og segði: ?Tit vita ikki, hvørjum anda tit eru av! Tí Menniskjasonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa.? Síðani fóru teir í aðra bygd. Sum teir nú hildu ferðina fram, segði ein við Hann: ?Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.? Jesus svaraði honum: ?Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður, men Menniskjasonurin hevur ikki tað, ið Hann kann halla høvdinum at.? Hann segði við ein annan: ?Fylg Mær!? Men hann svaraði: ?Harri, loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!? Tá segði Hann við hann: ?Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!? Uppaftur ein annar segði: ?Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!? Tá svaraði Jesus honum: ?Eingin, ið leggur hondina á plógvið og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.? KAPITUL Hinir lærisveinarnir verða sendir út og koma aftur, Hin miskunnsami Samverjin, Marta og Maria, Eftir hetta útvaldi Harrin eisini aðrar og sendi teir út tveir og tveir undan Sær í hvønn bý og á hvørt stað, sum Hann sjálvur ætlaði at koma til. Hann segði við teir: ?Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir; biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín! Farið avstað! Eg sendi tykkum sum lomb mitt ímillum úlvar! Havið ikki pung, ikki tasku, ikki skógvar, og heilsið ongum á vegnum! Og har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: ?Friður veri við hesum húsi!? Er tá eitt friðarins barn har, skal friður tykkara hvíla á tí; men um ikki, skal hann koma aftur til tykkara. Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað. Og har tit koma inn í bý, og tey taka ímóti tykkum, skulu tit eta tað, sum tey seta fyri tykkum. Grøðið hini sjúku, ið eru har, og sigið við tey: ?Ríki Guds er komið tykkum nær!? Men har tit koma inn í bý, og tey taka ikki ímóti tykkum, skulu tit fara út á gøturnar og siga: ?Um tað so er dustið, sum hongur uppi í fótum okkara úr býi tykkara, so turka vit tykkum tað av. Tó, tað skulu tit vita, at ríki Guds er komið nær.? Eg sigi tykkum: Sodoma skal gangast frægari hin dag enn tí býi. Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við og sitið í sekki og øsku. Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum. Og tú Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður! Tann, ið hoyrir tykkum, hoyrir Meg; tann, ið vrakar tykkum, vrakar Meg; tann, ið vrakar Meg, vrakar Hann, sum sendi Meg.? Hinir komu glaðir aftur og søgdu: ?Harri! Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!? Tá segði Hann við teir: ?Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós. Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum. Tó, gleðist ikki yvir tað, at andarnir eru tykkum lýdnir, men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!? Í somu stund fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum og segði: ?Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi. Alt er Mær litið upp í hendur av Faðir Mínum; eingin veit, hvør Sonurin er, uttan Faðirin, og hvør Faðirin er, uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.? So vendi Hann Sær serliga til lærisveinarnar og segði við teir: ?Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! Tí Eg sigi tykkum: Mangir profetar og kongar hava ynskt sær at síggja tað, ið tit síggja, og hava ikki fingið tað at síggja, og hoyra tað, ið tit hoyra, og hava ikki fingið tað at hoyra.? Ein lógkønur steig nú fram, freistaði Hann og segði: ?Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?? Tá segði Hann við hann: ?Hvat er skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?? Hann svaraði: ??Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.?? Hann segði við hann: ?Tú svaraði beint ger hatta, so skalt tú liva!? Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði tí við Jesus: ?Hvør er tá næsti mín?? Jesus svaraði: ?Maður fór úr Jerúsalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan. Nú bar so á, at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið. Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið. Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum. Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann. Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: ?Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.? Hvør av hesum trimum tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?? Hann segði: ?Tann, ið vísti honum miskunn.? Tá segði Jesus við hann: ?Far tú og ger tað sama!? Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum. Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði. Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: ?Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!? Men Harrin svaraði henni: ?Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.? KAPlTUL Jesus talar um bøn, Rekur út illan anda, Heldur revsingarrøðu móti Farisearunum og hinum lógkønu, Hann var einastaðni og bað; táið Hann tá helt uppat, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: ?Harri! Lær okkum at biðja, eins og Jóhannes lærdi lærisveinar sínar!? Hann segði við teir: ?Táið tit biðja, sigið tá: ?Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! Gev okkum hvønn dag dagliga breyð okkara! Fyrigev okkum syndir okkara tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!?? Og Hann segði við teir: ?Um onkur tykkara eigur vin og fer til hansara mitt um náttina og sigur við hann: ?Góði, læn mær trý breyð! Tí ein vinur mín er komin ferðandi til mín, og eg havi einki at seta fyri hann? um tá hin svarar innanfyri: ?Ger mær ikki ónáðir! Dyrnar eru longu stongdar, og bæði eg og børn míni eru løgst; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tað!? tá sigi Eg tykkum: Um hann so ikki fer upp og gevur honum tað, tí hann er vinur hansara, so fer hann kortini upp, av tí at hann er so framligur, og letur hann fáa alt, ið honum tørvar. Og Eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið! Leitið, og tit skulu finna! Bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp! Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp. Hvør tykkara, sum er faðir, fer at geva syni sínum stein, táið hann biður um breyð, ella táið hann biður um fisk geva honum orm í staðin fyri fiskin, ella táið hann biður um egg geva honum skorpión! Vita nú tit sum ónd eru at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!? Hann rak út illan anda, sum var málleysur; men táið nú hin illi andin var farin út, talaði hin málleysi. Og fólkið undraðist. Men nakrir av teimum søgdu: ?Við Be'elzebul, høvdinga hinna illu anda, rekur Hann út hinar illu andarnar!? Aðrir freistaðu Hann og kravdu Hann eftir tekini av Himli. Men við tað at Hann vitsti, hvat teir hugsaðu, segði Hann við teir: ?Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús. Er nú eisini Satan komin í stríð við seg sjálvan, hvussu verður tá ríki hansara standandi! Tit siga jú, at Eg reki út hinar illu andar við Be'elzebul! Reki Eg nú út hinar illu andar við Be'elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Tí skulu teir vera dómarar tykkara. Men reki Eg út hinar illu andar við fingri Guds, so er jú ríki Guds komið til tykkara. Táið hin sterki vápnaður heldur vakt um garð sín, verður tað, sum hann eigur, í friði. Men táið ein, sum sterkari er enn hann, heldur á hann og vinnur hann, tekur hann frá honum bæði vápn og herklæði, alt, ið hann leit á, og skiftir sundur fongin, ið hann hevur tikið frá honum. Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær, og tann, ið ikki savnar við Mær, spjaðir. Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu. Táið hann nú onga hvílu finnur, sigur hann: ?Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.? Táið hann so kemur hagar, sær hann, at tað er sópað og prýtt. Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum verri eru enn hann sjálvur; og táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har; og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra.? Táið Hann hetta segði, lyfti ein kvinna millum fólkið upp rødd sína og segði við Hann: ?Sælt er tað lív, ið Teg bar, og sæl eru tey bróst, ið Tú seyg!? Tá segði Hann: ?Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!? Táið nú fólkið streymaði til, tók Hann til orða og segði: ?Henda ætt er ónd ætt; hon krevur tekin, og henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar. Tí eins og Jónas varð Ninevemonnum tekin, so skal eisini Menniskjasonurin verða hesi ætt. Drotningin í Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við monnunum av hesi ætt og dómfella teir; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons og hyggið, her er meir enn Sálomon! Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum og hyggið, her er meir enn Jónas! Eingin tendrar ljós og krógvar tað burtur ella setur tað undir skeppumálið; nei, hann setur tað í ljósastakan, so tey, sum inn koma, skulu síggja skinið av tí. Eyga títt er ljós likamsins; táið eyga títt er frískt, er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, er eisini likam títt myrkt. Síggj tí til, at ljósið, sum í tær er, er ikki myrkur! Er nú alt likam títt ljóst, so eingin partur av tí er myrkur, tá verður tað heilt ljóst, sum táið ljósið lýsir á teg við bjarta skini sínum.? Í tí Hann segði hetta, bað ein Fariseari Hann koma og eta døgurða hjá sær. Hann fór tá inn og setti Seg til borðs. Men táið Farisearin sá, at Hann vaskaði Sær ikki, áðrenn Hann fór at eta, undraðist hann. Tá segði Harrin við hann: ?Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan, men innan eru tit fullir av ráni og óndskapi. Dárar tykkara! Hann, sum gjørdi tað, ið út vendir, gjørdi Hann ikki eisini tað, ið inn vendir! Men gevið tað, sum innaní er, til olmussu, og tá er alt tykkum reint. Vei tykkum, tit Farisearar! Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum, og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. Vei tykkum, tit Farisearar, sum fegin vilja sita fremstir í sýnagogunum og verða heilsaðir á torgunum! Vei tykkum! Tí tit líkjast grøvum, ið ikki síggjast, sum menniskjuni ganga oman á og vita ikki av tí.? Tá tók ein av hinum lógkønu til orða og segði við Hann: ?Meistari! Við at siga hetta gongur Tú eisini okkum ov nær.? Hann svaraði: ?Vei tykkum við, tit lógkønu! Tí tit leggja byrðar á menniskjuni, sum tey illa fáa borið, og sjálvir nema tit ikki byrðarnar við einum fingri. Vei tykkum! Tí tit byggja gravir profetanna, og fedrar tykkara drópu teir. Soleiðis geva tit tí, sum fedrar tykkara gjørdu, vitnisburð og viðhald; tí teir drópu teir, og tit byggja. Tí hevur eisini vísdómur Guds sagt: ?Eg skal senda teimum profetar og ápostlar; summar av teimum skulu teir drepa, og summar skulu teir jagstra, fyri at blóð alra profeta, sum úthelt er, frá tí heimurin varð grundaður, skal verða kravt av hesi ætt frá blóði Ábels líka til blóð Zakariasar, sum dripin varð millum altarið og templið?; ja, Eg sigi tykkum: Tað skal verða kravt av hesi ætt. Vei tykkum, tit lógkønu! Tí tit hava tikið burt lykil kunnskaparins; sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, ið vildu fara inn, hava tit forðað.? Táið Hann tá fór út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart á Hann og spyrja Hann um mangt og mikið; tí teir lúrdu eftir Honum, um teir kundu ikki lofta onkrum orði at klaga Hann fyri. KAPITUL Jesus gevur ymiskar ávaringar, Líknilsið um hin ríka bóndan, Hann áminnir til takksemi og trúskap, Talar um at vera árvakin, Um tíðartekinini, Táið nú fólkið hevði savnað seg í túsundtali, so hvørt traðkaði oman á øðrum, tók Hann til orða og segði við lærisveinar Sínar: ?Varðið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl! Einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. Alt, sum tit hava sagt í myrkrinum, skal tí hoyrast í ljósinum, og tað, sum tit hava lýtt í oyrað í kømurunum, skal verða prædikað á tøkunum. Men Eg sigi við tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir! Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Óttist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helviti! Ja, Eg sigi tykkum: Óttist Hann! Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi. Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, eru tey øll tald. Óttist ikki! Tit eru meiri verdir enn nógvir spurvar. Men Eg sigi tykkum: Hvønn tann, ið kennist við Meg fyri menniskjum, skal eisini Menniskjasonurin kennast við fyri einglum Guds. Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal verða avnoktaður fyri einglum Guds. Og hvør tann, ið talar orð móti Menniskjasyninum, honum skal tað verða fyrigivið; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið. Men táið tey leiða tykkum fram fyri sýnagogur og fyri yvirvøldina og teir, ið valdið hava, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga! Tí Heilagi Andin skal í somu stund læra tykkum tað, sum tit skulu siga.? Ein av fólkinum segði við Hann: ?Meistari, sig við bróður, at hann skal skifta arvin við meg!? Men Hann svaraði honum: ?Maður! Hvør hevur sett Meg til dómara yvir tykkum ella at skifta tykkara millum!? So segði Hann við tey: ?Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.? Og Hann setti teimum fram líknilsi: ?Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni. Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: ?Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í.? So segði hann: ?Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær. Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!? Men Gud segði við hann: ?Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!? Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.? Og Hann segði við lærisveinar Sínar: ?Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í! Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini. Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir! Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum! Eru tit nú ikki førir fyri at gera so frægt sum hitt minsta, hví stúra tit tá fyri hinum! Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra. Klæðir Gud nú so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, hvussu mikið meiri tá ikki tykkum, tit trúarveiku! Spyrjið tí ikki um, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, og latið ikki huga tykkara reika higar og hagar! Øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir; men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta. Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt! Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið. Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur! Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við. Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi! Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp! Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum. Og kemur Hann í aðrari náttarvøku, ella kemur Hann í triðju náttarvøku, og finnur tað so sælir eru teir! Men tað skilja tit, at vitsti húsbóndin, hvønn tíma tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn í hús sítt. Verið eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.? Tá segði Pætur við Hann: ?Harri, er tað okkum, Tú talar um í hasum líknilsinum, ella er tað øll?? Harrin svaraði: ?Hvør er nú hin trúgvi og skilagóði húshaldarin, ið Harrin fer at seta yvir húsfólk Sítt, at geva teimum hin ásetta kostin í rættari tíð? Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur at bera seg so at. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur. Men sigur hesin tænari so í hjarta sínum: ?Harri mín drálar at koma!? og fer so at sláa dreingirnar og arbeiðskonurnar og eta og drekka og stoyta seg fullan, so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit, og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hinum ótrúgvu. Men tann tænari, ið hevur vitað vilja Harra síns, og hevur ikki gjørt í stand ella sett í verk tað, sum Hann vildi, hann skal fáa nógv sløg. Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri. Eld eri Eg komin at kasta á jørðina, og hvør gjarna vildi Eg ikki, at hann longu var farin at loga! Men dóp havi Eg at verða doyptur við, og hvussu fullur av angist eri Eg ikki, inntil hann er fullførdur! Halda tit, at Eg eri komin at geva frið á jørðini? Nei, sigi Eg tykkum stríð. Tí hereftir skulu fimm liggja í stríði í sama húsi, trý við tvey, og tvey við trý. Tey skulu liggja í stríði, faðir við son, og sonur við faðir, móðir við dóttur, og dóttir við móður, vermóðir við sonarkonu, og sonarkona við vermóður.? Hann segði eisini við fólkið: ?Táið tit síggja skýggj koma upp í vestri, siga tit við tað sama: ?Nú kemur regn!? Og so verður. Og táið tit síggja, at sunnanvindur er, siga tit: ?Nú verður hiti!? Og tað verður. Hyklarar tykkara! Tit duga á at skyna, hvussu jørð og himmal síggja út, men hví duga tit tá ikki á at skyna tíðini, ið nú er? Hví døma tit ikki eisini frá tykkum sjálvum, hvat rætt er? Tí meðan tú fert til yvirvøldina við mótparti tínum, ger tær tá ómak at verða samdur við hann á vegnum, fyri at hann skal ikki fara fyri dómaran við tær, og dómarin lata teg fangavaktaranum í hendur, og fangavaktarin koyra teg í fangahús! Eg sigi tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað.? KAPITUL Jesus áminnir um at venda við, Líknilsið um fikutræið, Hann grøðir kvinnu sabbat, Líknilsini um sinopskornið og súrdeiggið, Hitt tronga portrið, Dómurin yvir Jerúsalem, Um somu tíð vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu Honum frá Galilearunum, hvørja blóð Pilatus hevði blandað við offur teirra. Tá svaraði Hann teimum: ?Halda tit, at hesir Galilearar vóru syndarar fram um allar aðrar Galilearar, fyri tað at teir hava liðið hetta? Nei, sigi Eg tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt. Ella hinir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og drap halda tit, at teir vóru sekir fram um øll menniskju, sum í Jerúsalem búgva? Nei, sigi Eg tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.? Og Hann setti fram hetta líknilsi: ?Maður hevði fikutræ, sum plantað var í víngarði hansara, og hann kom og leitaði eftir ávøksti á tí, men fann ongan. Tá segði hann við víngarðsmannin: ?Trý ár eri eg nú komin og havi leitað eftir ávøksti á hesum fikutræi, men ongan funnið! Høgg tað niður! Hví skal tað aftrat gera jørðina ónýta?? Men hann svaraði honum: ?Harri! Lat tað standa hetta árið við, inntil eg fái grivið rundan um tað og taðað tað! Kanska tað tá fer at bera ávøkst í framtíðini; og um ikki, kanst tú høgga tað niður.?? Hann lærdi í eini av sýnagogunum ein sabbat. Har var tá kvinna, sum átjan ár hevði havt veikleiksanda; hon var samankropnað og kundi als ikki rætta seg upp. Táið nú Jesus sá hana, kallaði Hann á hana og segði við hana: ?Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!? Og Hann legði hendurnar á hana, og við tað sama rætti hon seg upp og prísaði Gudi. Men sýnagogustjórin sum var illur um, at Jesus grøddi sabbat tók til orða og segði við fólkið: ?Seks dagar eru, sum arbeitt eigur at verða; komið tí teir dagarnar og latið tykkum grøða, og ikki sabbat!? Tá svaraði Harrin honum: ?Hyklarar tykkara! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt frá krubbuni sabbat og fer við teimum til vatnið! Men henda, ið er dóttir Ábraham, og sum Satan hevur bundið heili átjan ár, skuldi hon ikki verða loyst úr hesum bandi sabbat!? Táið Hann segði hetta, vórðu teir til skammar, allir, sum stóðu Honum ímóti; og alt fólkið gleddist yvir tey stóru og undurfullu verk, ið Hann gjørdi. Tá segði Hann: ?Hvørjum er ríki Guds líkt, og hvat skal Eg líkna tað við? Tað er líkt sinopskorni, sum maður tók og sáaði í urtagarð sín; tað vaks og varð træ, og fuglar himmalsins bygdu reiður í greinum tess.? Uppaftur segði Hann: ?Hvat skal Eg líkna ríki Guds við? Tað er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.? Hann ferðaðist nú gjøgnum býir og bygdir og lærdi, og tók leiðina til Jerúsalem. Ein segði við Hann: ?Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?? Tá segði Hann við tey: ?Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi Eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna. Frá teirri stund húsbóndin hevur reist Seg og stongt dyrnar um tit tá fara at standa uttanfyri og banka uppá og siga: ?Harri! Lat okkum upp!? tá skal Hann svara tykkum: ?Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru.? Tá skulu tit fara at siga: ?Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og Tú lærdi á gøtum okkara!? Men Hann skal svara: ?Eg sigi tykkum, at Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá Mær, øll tit, sum gjørdu órætt!? Tá skal vera grátur og tannagrísl táið tit fáa at síggja Ábraham, Ísak, Jákup og allar profetarnar í ríki Guds, men tykkum sjálv kastað út. Tey skulu koma, eystaneftir, vestaneftir, norðaneftir og sunnaneftir, og sita til borðs í ríki Guds. Og síðst eru, sum skulu verða fyrst, og fyrst eru, sum skulu verða síðst.? Í somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við Hann: ?Far avstað burt hiðani, tí Heródes ætlar at drepa Teg!? Tá svaraði Hann teimum: ?Farið og sigið við tann revin: ?Eg reki út illar andar og grøði sjúk í dag og í morgin, og triðja dagin fullkomist Eg! Men Eg má halda fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí ikki ber til, at profetur letur lív aðrastaðni enn í Jerúsalem.? Jerúsalem, Jerúsalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Men hús tykkara skal verða latið tykkum sjálvum upp í hendur. Eg sigi tykkum: Tit skulu als ikki síggja Meg, fyrrenn tann tíð kemur, táið tit siga: ?Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!?? KAPITUL Jesus grøðir vatnsjúkan mann, Talar um eyðmjúkleika og rætt gestablídni, Líknilsið um hin stóra nátturða, Hvat tað kostar at vera lærisveinar Harrans, Táið Hann nú ein sabbat kom inn hjá einum av hinum hægstu Farisearunum at halda máltíð og teir høvdu eyguni eftir Honum stóð vatnsjúkur maður framman fyri Honum. Jesus tók tá til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: ?Er loyviligt at grøða sabbat, ella ikki?? Teir tagdu. Tá tók Hann í hann og grøddi hann og læt hann fara. So tók Hann til orða og segði við teir: ?Um sonur ella oksi hjá onkrum tykkara dettur í brunn hvør er hann, sum tá ikki við tað sama dregur hann uppúr aftur sabbat!? Hetta fingu teir ikki svarað Honum uppá. Hann setti nú fram líknilsi fyri gestirnar, táið Hann legði til merkis, hvussu teir valdu sær hini ovastu sætini við borðið. Hann segði við teir: ?Táið tú verður boðin av onkrum í brúdleyp, set teg tá ikki ovastan við borðið! Tí ein mætari enn tú kann vera boðin; og hann, ið beyð tær og honum, kann tá koma og siga við teg: ?Gev hesum rúm!? Og so kemur tú við skomm at sita niðastur. Nei, táið tú verður boðin, far tá og set teg niðastan, so hann, ið beyð tær, kann siga við teg, táið hann kemur: ?Vinur, set teg hægri upp!? Tá verður tú ærdur í eygum alra teirra, sum sita til borðs við tær. Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.? Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: ?Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag. Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum! Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.? Táið ein av teimum, ið sótu til borðs við, hoyrdi hetta, segði hann við Hann: ?Sælur er tann, ið sleppur at sita til borðs í ríki Guds!? Tá segði Hann við hann: ?Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum. Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: ?Komið, tí nú er alt til reiðar!? Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: ?Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg halt mær til góða!? Ein annar segði: ?Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg halt mær til góða!? Uppaftur ein annar segði: ?Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið.? Tænarin kom so og segði harra sínum hetta. Tá varð húsbóndin illur og segði við tænara sín: ?Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!? Tænarin segði tá: ?Harri! Tað, sum tú gavst boð um, er gjørt; og rúm er enn.? Tá segði harrin við tænaran: ?Far út á vegirnar og út at gørðunum og noyð tey at koma inn, so hús mítt kann verða fult! Tí eg sigi tykkum, at eingin av hinum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka nátturða mín.?? Nógv fólk gekk saman við Honum. Hann vendi Sær nú á og segði við tey: ?Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við hann kann ikki vera lærisveinur Mín. Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín. Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri! Tí annars táið hann hevur lagt grundina og er ikki mentur at fullføra tað fara øll, ið síggja tað, at spotta hann og siga: ?Hesin maður fór at byggja og var ikki førur fyri at gera tað liðugt!? Ella hvør kongur, sum fer avstað at møta øðrum kongi í bardaga, setur seg ikki fyrst niður og heldur ráð, um hann er førur fyri við at møta honum, sum kemur ímóti honum við ! Men er hann tað ikki, letur hann, meðan hin enn er langt burtur, sendimenn fara avstað og tinga um frið. Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín. Víst er saltið gott; men missir eisini saltið kraft sína, við hvørjum skal tað tá fáa hana aftur! Tað dugir hvørki í mold ella í tøð; tað verður kastað út. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!? KAPITUL Líknilsið um hin mista seyðin, Um hin mista peningin, Um hin vilsta sonin, Allir tollarar og syndarar hildu seg nær hjá Honum, at hoyra Hann. Men bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: ?Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!? Tá setti Hann fram fyri teir hetta líknilsi Hann segði: ?Um ein tykkara hevur seyðir og missir ein av teimum hvør er hann, sum fer ikki frá hinum í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann! Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar. Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: ?Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!? Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um rættvís, sum ikki tørvar umvending. Ella um kvinna hevur drakmur og missir eina drakmu burtur hvør er hon, sum tendrar ikki ljós og sópar húsið og ger sær ómak at leita, inntil hon finnur hana! Táið hon so hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur og grannkonur sínar og sigur: ?Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist.? Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við.? Og Hann segði: ?Maður hevði tveir synir. Hin yngri teirra segði við faðir sín: ?Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!? Tá skifti hann góðsið millum teirra. Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi. Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð. Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum. Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað. Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: ?Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði og her doyggi eg í hungri! Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!? So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann. Men sonurin segði við hann: ?Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.? Tá segði faðirin við tænarar sínar: ?Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar! Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað! Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.? Tey byrjaðu nú at vera glað. Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans. Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða. Hann svaraði honum: ?Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.? Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann. Men hann svaraði faðirinum: ?So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum. Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!? Tá segði hann við hann: ?Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt; men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.?? KAPITUL Hin ótrúgvi húshaldarin, Áminningar, Ríki maður og Lazarus, Hann segði eisini við lærisveinarnar: ?Ríkur maður var, sum hevði húshaldara, og húshaldarin varð klagaður fyri honum sum ein, ið spilti burtur ogn hansara. Tá kallaði hann hann fyri seg og segði við hann: ?Hvat er hetta, eg hoyri um teg! Ger roknskap fyri húshald títt, tí tú kanst ikki vera húshaldari longur!? Men húshaldarin segði við sær sjálvum: ?Hvat skal eg gera, nú harri mín tekur húshaldið av mær! Eg eri ikki mentur at velta, og eg skammist at bidda. Nú veit eg, hvat eg skal gera, so tey taka móti mær í húsum sínum, táið eg verði settur frá húshaldinum!? So kallaði hann til sín allar teir, sum stóðu í skuld til harra hansara, ein fyri og annan eftir. Hann segði við hin fyrsta: ?Hvussu mikið skyldar tú harra mínum?? Hann svaraði: ? føt av olju.? Tá segði hann við hann: ?Tak skuldarbræv títt, set teg niður og skunda tær og skriva !? So segði hann við ein annan: ?Men tú, hvussu mikið skyldar tú?? Hann svaraði: ? tunnur av hveiti.? Tá segði hann við hann: ?Tak skuldarbræv títt og skriva !? Og harrin rósti hinum órættvísa húshaldara fyri, at hann hevði borið seg klókt at; tí børnini, ið hesin heimur eigur, eru klókari móti síni egnu ætt enn børn ljóssins. Og Eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka móti tykkum í hinum ævigu bústøðum! Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum. Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur! Og hava tit ikki verið trúgvir í tí, sum onnur eiga, hvør fer tá at geva tykkum sjálvum nakað at eiga! Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.? Alt hetta hoyrdu Fariseararnir sum vóru peningakærir og teir spottaðu Hann. Men Hann segði við teir: ?Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi. Lógin og profetarnir høvdu tíð sína inntil Jóhannes; síðani tá verður evangeliið um ríki Guds kunngjørt, og ein og hvør treingir seg inn í tað við valdi. Men lættari er, at himmal og jørð forganga, enn at prikkur av lógini gongur úr gildi. Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor. Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti. Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum. Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara. Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður. Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum har hann var í pínu sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara. Tá rópti hann: ?Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.? Men Ábraham svaraði: ?Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.? Tá segði hann: ?So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs; tí eg havi fimm brøður fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.? Men Ábraham segði við hann: ?Teir hava Móses og profetarnar lurti teir eftir teimum!? Hann svaraði: ?Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!? Men hann segði við hann: ?Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.?? KAPITUL Um ástoyt, Um at fyrigeva, Um trúnna, Hinir spitølsku, Um komu gudsríkisins, Og Hann segði við lærisveinar Sínar: ?Ómøguligt er annað, enn at tað, sum voldir fall, má koma, men vei tí, sum tað kemur við! Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt. Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum! Og um hann so sjey ferðir um dagin syndar móti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: ?Eg angri tað!? so skalt tú fyrigeva honum.? Ápostlarnir søgdu við Harran: ?Gev okkum meiri trúgv!? Tá segði Harrin: ?Høvdu tit trúgv sum sinopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: ?Rív teg upp við rót og planta teg í havið!? Og tað skuldi aktað tykkum. Men hvør tykkara, sum hevur tænara, ið pløgir ella situr hjá kríatúrum, sigur við hann, táið hann kemur heim av markini: ?Far alt fyri eitt og set teg til borðs!? Man hann ikki heldur siga við hann: ?Ger til tað, sum eg skal hava til nátturða, og gyrð teg og gakk mær til handa, meðan eg eti og drekki so kanst tú eta og drekka!? Man hann takka tænaranum fyri, at hann gjørdi tað, ið honum var álagt! Eg haldi ikki. Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: ?Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.?? Á ferðini til Jerúsalem lá leið Hansara mitt ímillum Samaria og Galilea. Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum spitalskir menn, sum stóðu langt burtur. Teir róptu hart: ?Jesus, meistari, miskunna okkum!? Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: ?Farið og latið prestarnar sýna tykkum!? Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir. Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd; hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum og hesin var Samverji. Tá svaraði Jesus: ?Vórðu teir ikki tíggju reinsaðir! Hvar eru hinir níggju? Fanst eingin, sum kom aftur at geva Gudi dýrd, uttan hesin fremmandi?? Og Hann segði við hann: ?Reis teg og far avstað trúgv tín hevur frelst teg!? Táið Hann av Farisearunum varð spurdur, nær ríki Guds fór at koma, svaraði Hann teimum: ?Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum. Heldur ikki fer at verða sagt: ?Hygg, her er tað!? ella: ?Hygg, har er tað!? Tí ríki Guds er innan í tykkum.? Hann segði við lærisveinarnar: ?Dagar skulu koma, táið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum Menniskjasonarins, og tit skulu ikki fáa hann at síggja. Og sagt fer at verða við tykkum: ?Hygg, her er Hann!? ?Hygg, har er Hann!? Farið ikki, og leypið ikki eftir tí! Tí eins og snarljósið, táið tað skyggir, lýsir líka úr øðrum enda himmalsins í hin, so skal Menniskjasonurin vera á degi Sínum. Men fyrst má Hann líða nógv og verða vrakaður av hesi ætt. Sum tað gekk á døgum Nóa, so skal eisini verða á døgum Menniskjasonarins: Tey ótu og drukku, tey giftust og vórðu burturgift, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og flóðin kom og gjørdi enda á øllum. Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu; men tann dag Lot fór úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum so skal eisini vera, tann dag Menniskjasonurin opinberast. Tann dag má tann, ið er á takinum og hevur lutir sínar í húsinum, ikki fara niður eftir teimum, og heldur ikki má tann, ið úti á markini er, fara aftur til hús. Minnist konu Lot! Tann, ið roynir at bjarga lívi sínum, skal missa tað, og tann, ið missir tað, skal bjarga tí. Eg sigi tykkum: Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir. Tvær kvinnur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur skal verða latin eftir. Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir.? Tá svaraðu teir Honum: ?Hvar, Harri?? Hann segði við teir: ?Har sum ræið er, flykkjast eisini ørnirnar.? KAPITUL Líknilsið um einkjuna og dómaran, Um Farisearan og tollaran, Jesus og hini smáu børnini, Hin ríki ráðharrin, Jesus talar um teir, ið hava fylgt Honum, og um líðing Sína, deyða Sín og uppreisn Sína, Hann grøðir ein blindan við Jeriko, Hann setti teimum fram líknilsi um tað, at tey skuldu altíð biðja og ikki troyttast. Hann segði: ?Í einum býi var dómari, sum ikki óttaðist Gud og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. Í sama býi var einkja, sum kom til hansara og segði: ?Hjálp mær at fáa rætt yvir mótparti mínum!? Eina tíð vildi hann ikki. Men at endanum segði hann við sær sjálvum: ?Um eg so ikki óttist Gud, ei heldur firnist fyri nøkrum menniskja, so skal eg tó, við tað at henda einkja ikki letur meg hava frið, hjálpa henni at fáa rætt, so hon skal ikki í heilum ganga og plága meg.?? Harrin segði: ?Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur! Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fáa rætt, teimum, ið rópa til Hansara dag og nátt, og er Hann seinur, táið tað viðvíkur teimum! Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt. Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?? Hann segði eisini hetta líknilsið við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og vanvirdu hini: ?Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari. Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: ?Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju ránsmenn, órættvís, horkallar ella tá sum hasin tollari. Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni.? Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: ?Gud! Ver mær syndara náðigur!? Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki; tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.? Tey bóru eisini hini smáu børnini til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men táið lærisveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum. Men Jesus kallaði tey til Sín og segði: ?Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guds eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað.? Ein ráðharri spurdi Hann: ?Góði meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?? Jesus segði við hann: ?Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud. Tú veitst boðini: ?Tú mást ikki dríva hor?; ?tú mást ikki drepa?; ?tú mást ikki stjala?; ?tú mást ikki bera rangan vitnisburð?; ?ær faðir tín og móður tína!?? Hann svaraði: ?Alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur.? Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við hann: ?Eitt fattast tær enn: Sel alt, ið tú eigur, og být tað sundur millum fátæk! So skalt tú hava skatt í Himli; kom so og fylg Mær!? Men táið hann hoyrdi hetta, varð hann fullur av sorg; tí hann var ógvuliga ríkur. Táið Jesus nú sá, hvussu tungur hann varð, segði Hann: ?Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds! Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds.? Teir, ið hetta hoyrdu, søgdu: ?Hvør kann tá verða frelstur!? Men Hann svaraði: ?Tað, sum er menniskjum ómøguligt, er Gudi møguligt.? Tá segði Pætur: ?Vit eru farnir frá øllum okkara egna og hava fylgt Tær.? Hann segði við teir: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, foreldrum, brøðrum, konu ella børnum fyri Guds ríkis skuld, uttan hann skal fáa tað mangar ferðir aftur her í tíðini og í hinum komandi heimi ævigt lív.? Hann tók nú hinar tólv til Sín og segði við teir: ?Vit fara nú niðan til Jerúsalem, og alt, ið skrivað er við profetunum um Menniskjasonin, skal ganga út. Tí Hann skal verða givin heidningunum upp í hendur og verða spottaður og háðaður og spýttur á. Teir skulu húðfleingja Hann og drepa Hann, og triðja dagin skal Hann rísa upp aftur.? Men teir skiltu einki av hesum; hetta orð var teimum dult, og teir fataðu ikki tað, ið sagt varð. Táið Hann nú nærkaðist Jeriko, sat ein blindur við vegin og biddaði. Táið hann hoyrdi nógv fólk fara framvið, spurdi hann, hvat hetta var. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nazaret kom framvið. Tá rópti hann: ?Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!? Tey, sum undan gingu, høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: ?Sonur Dávids, miskunna mær!? Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til Hansara; og táið hann var komin fram, spurdi Hann hann: ?Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?? Hann svaraði: ?Harri, at eg kann fáa sjón mína!? Jesus segði við hann: ?Hav sjón tína! Trúgv tín hevur frelst teg.? Við tað sama fekk hann sjónina aftur; og hann fylgdi Honum og prísaði Gudi. Og alt fólkið, ið sá hetta, lovaði Gudi. KAPITUL Zakeus, Líknilsið um hini tíggju pundini, Jesus kemur inn í Jerúsalem, Grætur um staðin, Reinsar templið, Teir royna at fáa dripið Hann, So kom Hann inn í Jeriko og fór ígjøgnum býin. Har var maður, ið æt Zakeus; hann var yvirtollari og ríkur maður. Hann royndi at fáa at síggja, hvør ið var Jesus, men kundi ikki fyri fólkinum, tí hann var lítil av vøkstri. Tá rann hann frammanundan og kleiv upp í morberjatræ fyri at fáa Hann at síggja; tí Hann skuldi koma framvið har. Táið nú Jesus kom hagar, hugdi Hann upp og sá hann; og Hann segði við hann: ?Zakeus, skunda tær og kom niður! Í dag skal Eg vera til hús hjá tær.? Hann skundaði sær tá og kom niður og tók ímóti Honum við gleði. Táið tey sóu hetta, knarraðu tey øll og søgdu: ?Hann er farin inn at gista hjá syndigum manni!? Men Zakeus steig fram og segði við Harran: ?Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!? Tá segði Jesus um hann: ?Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham. Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.? Meðan tey lurtaðu eftir hesum, legði Hann eisini líknilsi aftrat, við tað at Hann var nær við Jerúsalem, og tey hugsaðu, at ríki Guds fór at koma til sjóndar tá við tað sama. Hann segði tá: ?Háborin maður fór til land langt burtur at fáa kongavald og so koma aftur. Hann kallaði tá til sín tíggju av tænarum sínum, gav teimum tíggju pund og segði við teir: ?Handlið við hesum, inntil eg komi aftur!? Men landsmenn hansara hataðu hann og lótu sendiboð fara aftan á honum við hesum boðum: ?Vit vilja ikki, at hesin skal vera kongur yvir okkum!? Táið hann so hevði fingið kongavaldið og kom aftur, beyð hann, at hesir tænarar, sum hann hevði latið fingið peningin, skuldu verða kallaðir fram fyri hann, so hann kundi fáa at vita, hvat hvør teirra hevði vunnið. Tá steig hin fyrsti fram og segði: ?Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær!? Hann segði við hann: ?Gott, tú góði tænari! Við tað at tú hevur verið trúgvur í hinum minsta, skalt tú ráða yvir tíggju býum.? So kom hin annar og segði: ?Harri, pund títt hevur givið fimm pund!? Tá segði hann eisini við hann: ?Tú skalt vera yvir fimm býum.? Ein annar kom og segði: ?Harri, hygg, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turriklæði! Tí eg ræddist teg, av tí at tú ert strangur maður; tú tekur tað, ið tú ikki lætst á goymslu, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.? Hann segði við hann: ?Eftir tínum egna munni dømi eg teg, ringi tænari tín! Tú vitsti, at eg eri strangur maður, sum taki tað, ið eg ikki læt á goymslu, og heysti tað, sum eg ikki sáaði. Hví setti tú tá ikki pening mín inn í banka, so eg kundi fingið hann aftur við rentum, táið eg kom heim!? Síðani segði hann við teir, ið hjá honum stóðu: ?Takið pundið av honum og latið tann fáa tað, sum hevur hini tíggju pundini!? Teir søgdu við hann: ?Harri, hann hevur jú tíggju pund!? ?Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. Men hesir fíggindar mínir, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur yvir teimum, leiðið teir higar og høggið teir niður fyri eygum mínum!?? Táið Hann hevði sagt hetta, gekk Hann undan á ferð Síni til Jerúsalem. Táið Hann nú nærkaðist Betfage og Betania við fjallið, ið kallast Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði: ?Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Táið tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar! Spyr onkur tykkum: ?Hví loysa tit tað?? skulu tit siga so: ?Harrin skal nýta tað.?? Teir, ið sendir vóru, fóru tá avstað og funnu tað, so sum Hann hevði sagt teimum. Táið teir loystu fylið, søgdu teir, ið áttu tað, við teir: ?Hví loysa tit fylið?? Teir svaraðu: ?Harrin skal nýta tað.? So leiddu teir tað til Jesus; og teir løgdu klæði síni á fylið og lótu Jesus seta Seg á tað. Sum Hann nú helt fram, breiddu tey klæði síni á vegin undir Hann. Táið Hann nú nærkaðist staðnum, har sum oman verður gingið av Oljufjallinum, fór allur flokkurin av lærisveinum glaður at prísa Gudi hart fyri allar kraftargerðirnar, ið teir høvdu sæð; teir søgdu: ?Signaður veri kongurin, sum kemur, í navni Harrans! Friður í Himli, og dýrd á hæddini!? Nakrir av Farisearunum í fólkahópinum søgdu við Hann: ?Meistari, hav at lærisveinum Tínum!? Men Hann svaraði teimum: ?Eg sigi tykkum, at tiga hesir, skulu steinarnir rópa.? Táið Hann kom nær og sá staðin, græt Hann um hann og segði: ?Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum. Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum. Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.? Hann fór nú inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu; og Hann segði við teir: ?Skrivað er: ?Hús Mítt er bønhús.? Men tit gera tað til ránsmannabøli.? Hann lærdi hvønn dag í templinum. Men høvuðsprestarnir, hinir skriftlærdu og hinir fremstu menn fólksins royndu at fáa Hann beindan av vegnum. Men teir vitstu sær eingi ráð, hvat teir skuldu gera; tí alt fólkið hekk uppi í Honum og lurtaði eftir Honum. KAPITUL Jesus teppir mótstøðumenn Sínar, Setur fram líknilsið um víngarðsmenninar, Talar um at geva keisaranum skatt, Um uppreisnina, Um Kristus sum son ella Harra Dávids, Ávarar móti hinum skriftlærdu, Sum Hann nú ein dagin lærdi fólkið í templinum og kunngjørdi evangeliið, stigu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu fram saman við hinum elstu; og teir talaðu so til Hansara: ?Sig okkum: Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør er tað, ið hevur givið Tær henda myndugleika?? Hann svaraði teimum: ?Eisini Eg skal spyrja tykkum um eitt; sigið Mær tað: Dópur Jóhannesar, var hann frá Himli ella frá menniskjum?? Tá tosaðu teir saman um tað og søgdu: ?Siga vit: ?Frá Himli?, so sigur Hann: ?Hví trúðu tit honum tá ikki?? Men siga vit: ?Frá menniskjum?, so steinar alt fólkið okkum; tí tey trúgva fult og fast, at Jóhannes var profetur.? Teir svaraðu tí, at teir vitstu ikki, hvaðani hann var. Tá segði Jesus við teir: ?So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.? Hann setti tá fram fyri fólkið hetta líknilsi: ?Maður plantaði víngarð, leigaði víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land og var leingi burtur. Táið so tíðin kom, sendi hann tænara til víngarðsmenninar, fyri at teir skuldu geva honum av ávøksti víngarðsins. Men víngarðsmenninir bankaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Hann gavst ikki, men sendi ein annan tænara; men teir bankaðu hann við og háðaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Hann helt á og sendi hin triðja; men eisini hann bankaðu teir, so hann bløddi, og kastaðu hann út. Tá segði víngarðsharrin: ?Hvat skal eg gera? Eg skal senda son mín, hin elskaða; teir fara kortini at hava virðing fyri honum!? Men táið víngarðsmenninir sóu hann, løgdu teir upp ráð hvør við annan og søgdu: ?Hetta er arvingin; latið okkum drepa hann, so arvurin kann verða okkara!? Teir kastaðu hann tá út úr víngarðinum og drópu hann. Hvat fer nú víngarðsharrin at gera við teir? Hann fer at koma og gera enda á hesum víngarðsmonnum og lata aðrar fáa víngarðin.? Táið teir hoyrdu hetta, søgdu teir: ?Tað verði aldri!? Men Hann hugdi uppá teir og segði: ?Hvat er tá hetta, ið skrivað er: ?Steinurin, sum vrakaður varð av teimum, ið bygdu, er vorðin hornsteinur?? Hvør tann, ið dettur um henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið Hann fellur á, skal Hann sora.? Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu høvdu fegin viljað lagt hond á Hann tá við tað sama; men teir ræddust fólkið. Tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsi. Og táið teir høvdu havt eyguni eftir Honum eina tíð, sendu teir lúrarar, sum lótust at vera rættvísir, til at fanga Hann í orðum, so teir kundu geva Hann upp til yvirvøldina og í hendur landshøvdingans. Teir spurdu Hann: ?Meistari! Vit vita, at Tú talar og lærir rætt og gert ikki mannamun, men lærir veg Guds í sannleika. Er okkum loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?? Men Hann var varur við svik teirra og segði við teir: ?Hví freista tit Meg? Vísið Mær ein denar! Hvørs mynd og yvirskrift ber hann?? Teir svaraðu: ?Keisarans.? Tá segði Hann við teir: ?So gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!? Teir vóru tá ikki førir fyri at fanga Hann í orðum, so fólkið hoyrdi; og teir undraðust á svar Hansara og tagdu. Men nakrir Saddukearar teir, sum nokta, at nøkur uppreisn er komu til Hansara og spurdu Hann: ?Meistari! Móses skrivaði okkum tað boð, at um onkur eigur bróður, ið er giftur, men doyr barnleysur, so skal bróðir hansara taka konuna og reisa bróður sínum upp avkom. Nú vóru sjey brøður. Hin fyrsti tók sær konu og doyði barnleysur. Somuleiðis hin annar. Og hin triði tók hana, og á sama hátt allir sjey; teir doyðu uttan at lata avkom eftir seg. Til endan doyði konan við. Hvør teirra fær hana nú til konu í uppreisnini? Teir hava jú allir sjey havt hana til konu.? Jesus svaraði teimum: ?Børnini av hesum heimi taka til ekta og verða givin til ekta. Men tey, sum verða hildin verd at fáa lut í hinum heimi og í uppreisnini frá hinum deyðu, tey hvørki taka til ekta ella verða givin til ekta. Tey kunnu jú heldur ikki doyggja meir; tí tey eru einglunum lík og eru børn Guds, við tað at tey eru børn uppreisnarinnar. Men at hini deyðu rísa upp, hevur Móses eisini víst, har sum talast um tornarunnin, táið hann kallar Harran Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups. Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi; tí fyri Honum liva øll.? Tá svaraðu nakrir av hinum skriftlærdu: ?Meistari, Tú talaði væl!? Og teir tordu ikki at spyrja Hann um nakað uppaftur. Men Hann segði við teir: ?Hvussu kann verða sagt, at Kristus er sonur Dávids? Dávid sigur jú sjálvur í Sálmabókini: ?Harrin segði við Harra mín: ?Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!?? So kallar nú Dávid Hann Harra; hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!? Og Hann segði við lærisveinarnar, so alt fólkið hoyrdi: ?Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og gjarna vilja verða heilsaðir á torgunum, hava hinar fremstu sessirnar í sýnagogunum og sita ovastir til borðs í veitslunum teir, ið eta upp húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir! Hesir skulu fáa tess harðari dóm!? KAPITUL Gáva hinnar fátæku einkju, Jesus talar um, at Jerúsalem skal verða lagt í oyði, og um afturkomu Sína, Lærir dagliga í templinum, Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna. Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana. Hann segði: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini. Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.? Táið nakrir søgdu um templið, at tað var prýtt við vøkrum steinum og tempulgávum, segði Hann: ?Hetta, sum tit síggja dagar skulu koma, táið ikki steinur skal verða latin eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.? Teir spurdu Hann: ?Meistari, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið fyri, at hetta fer at henda?? Hann svaraði: ?Síggið til, at tit verða ikki villleiddir! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: ?Tað eri eg!? og: ?Tíðin er nær!? Farið ikki eftir teimum! Men táið tit hoyra um hernað og uppreistur, tá ræðist ikki! Tí hetta má fyrst henda, men endin kemur ikki við tað sama.? So segði Hann við teir: ?Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki. Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli. Men framman undan øllum hesum skulu teir leggja hond á tykkum, søkja at tykkum og geva tykkum upp til sýnagogur og fangahús; og tit skulu verða førdir fram fyri kongar og landshøvdingar fyri navns Míns skuld. Tað skal verða tykkum til vitnisburð. Leggið tykkum tí á hjarta, at tit skulu ikki frammanundan grunda á, hvussu tit skulu verja tykkum! Tí Eg skal geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera førir fyri at standa ímóti ella mótsiga. Tit skulu verða sviknir enntá av foreldrum, brøðrum, frændum og vinum, og tey skulu drepa nakrar av tykkum. Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld. Men ikki hár á høvdi tykkara skal farast. Við at vera áhaldandi skulu tit vinna sálir tykkara. Men táið tit síggja Jerúsalem kringsett av herliðum, skulu tit vita, at oyðing tess er nær. Tá skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; tey, sum inni í staðnum eru, skulu fara út úr honum, og tey, sum úti á bygdunum eru, skulu ikki fara inn í hann. Tí hetta eru hevndardagarnir, táið alt tað, ið skrivað er, skal ganga út. Men vei teimum, sum eru við barn, og teimum, sum geva bróst á teimum døgum! Tí tá skal vera stór neyð í landinum, og vreiði yvir hesum fólki. Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðir, og Jerúsalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda. Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftir himmalsins skulu skakast. Tá skal Menniskjasonurin verða sæddur koma í skýnum við mátti og miklari dýrd. Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!? Og Hann setti teimum fram líknilsi: ?Hyggið fikutræið og øll trøini! So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær. Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt. Himmal og jørð skulu forganga; men orð Míni skulu als ikki forganga. Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart! Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva. Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!? Um dagarnar lærdi Hann í templinum, men um næturnar fór Hann út á fjallið, ið kallast Oljufjallið, og varð har. Og alt fólkið kom tíðliga um morgunin til Hansara í templinum at lurta eftir Honum. KAPITUL Jødarnir leggja upp ráð um at drepa Jesus, Judas lovar at svíkja Hann, Jesus etur páskalambið, Jesus í Getsemane, Hann verður svikin, Jesus fyri ráðnum. Pætur avnoktar Hann, Høgtíðin hini ósúrgaðu breyðini, sum rópast páskir, var nú nær. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann av døgum; tí teir ræddust fólkið. Men Satan fór í Judas, sum kallaðist Iskariot og var ein av hinum tólv. Hann fór og tosaði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar um, hvussu hann skuldi geva Hann í vald teirra. Tá vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening. Hann gav teimum so orð sítt og hevði nú í huga, nær best bar til at geva Hann í vald teirra, uttan at tað voldi nakran ófrið millum fólkið. So kom dagurin í hinum ósúrgaðu breyðunum, táið páskalambið skuldi verða dripið. Tá sendi Hann Pætur og Jóhannes avstað og segði: ?Farið og gerið okkum páskalambið til, so vit kunnu eta tað!? Teir spurdu Hann: ?Hvar vilt Tú, at vit skulu gera tað til?? Hann svaraði teimum: ?Táið tit koma inn í staðin, skal maður, ið ber vatnkrukku, møta tykkum; fylgið honum til húsið, sum hann fer inn í, og sigið við húsbóndan í húsinum: ?Meistarin sigur: ?Hvar er herbergið, sum Eg kann eta páskalambið í við lærisveinum Mínum??? So skal hann vísa tykkum stóran sal, til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera tað til.? Teir fóru tá avstað og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; og teir gjørdu páskalambið til. Táið so tímin kom, settist Hann til borðs, og ápostlarnir við Honum. Hann segði við teir: ?Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði. Tí Eg sigi tykkum: Eg skal aldri aftur eta tað, fyrrenn tað er vorðið fullkomið í ríki Guds.? Hann tók nú kalik, takkaði og segði: ?Takið hetta og býtið tað millum tykkara! Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skal Eg ikki drekka av ávøksti víntræsins, fyrrenn ríki Guds kemur.? So tók Hann breyð, takkaði og breyt tað, gav teimum og segði: ?Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!? Somuleiðis tók Hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: ?Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum. Men hond hansara, sum svíkur Meg, er við Mær á borðinum. Tí víst fer Menniskjasonurin burtur, soleiðis sum avgjørt er; men vei tí menniskja, sum Hann verður svikin við!? Tá fóru teir at tala hvør við annan um, hvør teirra tað tó mundi vera, sum skuldi gera hetta. Eisini varð træta millum teirra um, hvør teirra ið skuldi verða roknaður størstur. Tá segði Hann við teir: ?Kongar tjóðanna valda yvir teimum, og teir, ið lata tær kenna vald sítt, kallast vælgerðamenn. Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir! Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir. Men tit eru teir, ið hava hildið út við Mær í freistingum Mínum; og Eg tilsigi tykkum ríkið, eins og Faðir Mín hevur tilsagt Mær tað, so tit skulu eta og drekka við borð Mítt í ríki Mínum og sita í hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels. Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti. Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!? Tá segði hann við Hann: ?Harri, eg eri til reiðar at fara við Tær, bæði í fangahús og í deyðan!? Men Hann svaraði: ?Pætur, Eg sigi tær: Hanin skal ikki gala í dag, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur noktað, at tú kennir Meg.? So segði Hann við teir: ?Táið Eg sendi tykkum út uttan pung, tasku og skógvar, fattaðist tykkum tá nakað?? Teir svaraðu: ?Nei, einki!? Hann segði við teir: ?Men nú tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku, og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt! Tí Eg sigi tykkum, at tað, ið skrivað er, má ganga út við Mær, hetta: ?Hann varð roknaður millum lógloysingar.? Tí tað, ið sagt er um Meg, er at enda.? Tá søgdu teir: ?Harri, hygg, her eru tvey svørð!? Hann svaraði teimum: ?Tað er nóg mikið.? Hann fór nú út og fór, sum Hann var vanur, til Oljufjallið; og lærisveinarnir fóru eisini við Honum. Táið Hann var komin til staðið, segði Hann við teir: ?Biðið um ikki at koma í freisting!? So fór Hann burtur frá teimum, okkurt um steinkast, fall á knæ, bað og segði: ?Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!? Tá vísti eingil av Himli seg fyri Honum og styrkti Hann. Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari; sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina. Táið Hann so reistist frá bønini og kom til lærisveinarnar, fann Hann teir sovandi av sorg. Tá segði Hann við teir: ?Hví sova tit! Reisist og biðið, fyri at tit skulu ikki koma í freisting!? Meðan Hann enn talaði, kom flokkur av fólki, og hann, ið æt Judas, ein av hinum tólv, gekk undan teimum; hann nærkaðist Jesusi at kyssa Hann. Men Jesus segði við hann: ?Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi!? Táið nú teir, ið rundan um Hann vóru, sóu, hvussu fór at ganga, søgdu teir: ?Harri, skulu vit sláa til við svørði?? Og ein teirra høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum. Men Jesus tók til orða og segði: ?Latið teir gera hetta við!? So nam Hann við oyra hansara og grøddi hann. Síðani segði Jesus við høvuðsprestarnar, høvuðsmenninar fyri tempulvaktini og hinar elstu, sum komnir vóru móti Honum: ?Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum! Táið Eg hvønn dag var hjá tykkum í templinum, rættu tit ikki út hendur tykkara móti Mær. Men hetta er tími tykkara og vald myrkursins.? So tóku teir Hann, fóru avstað við Honum og leiddu Hann inn í hús høvuðsprestsins; og Pætur fylgdi eftir langt aftaná. Teir kyndu nú eld mitt í garðinum og sótu saman har, og Pætur sat mitt ímillum teirra. Men ein arbeiðskona sá hann sita har í ljósinum frá eldinum; hon stardi uppá hann og segði: ?Eisini hesin var við Honum!? Men hann avnoktaði Hann og segði: ?Eg kenni Hann ikki, kvinna!? Eitt sindur seinni sá eitt annað, ein av monnunum, hann og segði: ?Eisini tú ert ein av teimum!? Men Pætur svaraði: ?Maður, eg eri tað ikki!? Okkurt um tíma eftir hetta gjørdi ein annar tað av og segði: ?So sanniliga var eisini hesin við Honum! Hann er jú eisini Galileari.? Tá svaraði Pætur: ?Maður, eg skilji ikki, hvat tú sigur!? Í tí sama, meðan hann enn talaði, gól hanin. Og Harrin vendi Sær og hugdi uppá Pætur, og Pæturi kom orð Harrans í hug, hvussu Hann hevði sagt við hann: ?Áðrenn hanin gelur í dag, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.? Og hann fór út og græt beiskliga. Menninir, ið hildu Jesusi, spottaðu og slógu Hann. Teir kastaðu klæði yvir Hann og spurdu Hann: ?Profetera hvør var tað, ið sló Teg?? Og mong onnur háðorð talaðu teir móti Honum. Táið nú var vorðið dagur aftur, savnaðust hinir elstu fólksins og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu; teir leiddu Hann fram fyri ráð sítt og søgdu: ?Ert Tú Kristus, so sig okkum tað!? Men Hann svaraði teimum: ?Um Eg sigi tykkum tað, trúgva tit tí ikki, og um Eg spyrji, svara tit ikki! Men hereftir skal Menniskjasonurin sita við høgru hond kraftar Guds.? Tá søgdu teir allir: ?Ert Tú tá Sonur Guds?? Hann svaraði teimum: ?Tit siga tað; Eg eri tað.? Tá søgdu teir: ?Hvat nýtist okkum longur vitnisburð! Nú hava vit jú sjálvir hoyrt tað av Hansara egna munni!? KAPITUL Jesus fyri Pilatusi og Heródesi, Verður krossfestur, Náðar ránsmannin, Doyr, Verður jarðaður, Allur hópurin fór nú á føtur, og teir leiddu Hann fyri Pilatus. Har tóku teir at klaga Hann og søgdu: ?Vit hava funnið, at hesin villleiðir fólk okkara, forbýður at lata skatt til keisaran og sigur Seg sjálvan vera Kristus, kong!? Tá spurdi Pilatus Hann: ?Ert Tú kongur Jødanna?? Hann svaraði honum: ?Tú sigur tað!? Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og fólkið: ?Eg finni einki misbrot hjá hesum manni!? Tá góvu teir enn meiri á og søgdu: ?Hann øsir við læru Síni fólkið upp um alt Judea, úr Galilea, har sum Hann byrjaði, og líka higar.? Táið Pilatus hoyrdi um Galilea, spurdi hann, um maðurin var Galileari. Og táið hann fekk at vita, at Hann hoyrdi undir Heródes, sendi hann Hann til hansara; tí eisini Heródes var í Jerúsalem teir dagarnar. Táið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí hann hevði í langa tíð ynskt eftir at sæð Hann, av tí at hann hevði hoyrt um Hann; og hann vónaði at fáa at síggja okkurt tekin gjørt av Honum. Hann setti Honum nú spurningar við mongum orðum; men Hann svaraði honum einki. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu og klagaðu Hann harðliga. Heródes og hermenn hansara háðaðu og spottaðu Hann; síðani kastaði hann skínandi klæði um Hann og sendi Hann so aftur til Pilatus. Tann dagin gjørdust Heródes og Pilatus vinmenn; men frammanundan høvdu teir ligið í fíggindskapi hvør við annan. Nú kallaði Pilatus saman høvuðsprestarnar, ráðharrarnar og fólkið og segði við teir: ?Tit hava ført henda mann fyri meg sum ein, ið villleiðir fólkið til fráfall; og nú havi eg avhoyrt Hann, meðan tit hava verið hjá, og eg havi ikki funnið henda mann sekan í nøkrum av tí, sum tit klaga Hann fyri; Heródes heldur ikki; eg sendi tykkum jú til hansara; tit síggja tá, at Hann hevur einki gjørt, sum er deyða vert. Eg skal tí revsa Hann og so geva Hann leysan.? Men hann var noyddur at geva teimum ein leysan um høgtíðina. Tá rópti allur hópurin: ?Burt við hesum, og gev okkum Barabbas leysan!? Hetta var ein, ið var settur fastur fyri uppreistur, sum verið hevði í staðnum, og fyri manndráp. Pilatus talaði tá uppaftur til teirra; tí hann vildi fegin geva Jesus leysan. Men tey róptu til hansara: ?Krossfest, krossfest Hann!? Tá segði hann triðju ferð við tey: ?Hvat ilt hevur hesin maður tá gjørt? Eg havi ikki funnið Hann sekan í nakrari deyðasøk; tí skal eg revsa Hann og so geva Hann leysan.? Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at Hann skuldi verða krossfestur og róp teirra vórðu við yvirlutan. Pilatus feldi tann dóm, at so skuldi verða, sum tey kravdu. Hann gav tann leysan, sum tey bóðu um, hann, ið var settur fastur fyri uppreistur og manndráp; men Jesus gav hann upp til vilja teirra. Táið teir so fóru avstað við Honum, løgdu teir hendur á ein mann, ið æt Símun, úr Kýrene; hann kom av markini. Teir løgdu krossin á hann, fyri at hann skuldi bera hann aftan á Jesusi. Stórur skari av fólkinum fylgdi Honum, og nógvar kvinnur, ið venaðu seg og grótu um Hann. Tá vendi Jesus Sær móti teimum og segði: ?Døtur Jerúsalems! Grátið ikki um Meg, nei, grátið um tykkum sjálvar og børn tykkara! Tí dagar koma, táið sagt fer at verða: ?Sælar eru hinar ófruktbøru, lívini, ið ikki føddu, og bróstini, ið ikki góvu at súgva.? Tá fer at verða sagt við fjøllini: ?Fallið yvir okkum!? og við heyggjarnar: ?Fjalið okkum!? Tí verður gjørt so við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra!? Eisini tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu leiddir út saman við Honum at verða tiknir av døgum. Táið teir so vóru komnir til staðið, ið kallaðist Skallin, krossfestu teir Hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin. Men Jesus segði: ?Faðir, fyrigev teimum teir vita ikki, hvat teir gera!? Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti. Fólkið stóð og hugdi at. Eisini ráðharrarnir spottaðu Hann og søgdu: ?Onnur hevur Hann frelst; frelsi Hann nú Seg sjálvan, er Hann Kristus Guds, hin útvaldi!? Eisini hermenninir spottaðu Hann; teir komu og rættu Honum edik og søgdu: ?Ert Tú kongur Jødanna, so frels Teg sjálvan!? Eisini var yvirskrift sett uppi yvir Honum: ?Hetta er kongur Jødanna.? Annar av illgerðarmonnunum, ið hingu har, spottaði Hann og segði: ?Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!? Men hin hevði at honum og svaraði: ?Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi? Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.? So segði hann við Jesus: ?Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!? Hann svaraði honum: ?Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!? Tað var nú um sætta tíman; tá varð myrkur um alt landið, líka til níggjunda tíman; tí sólin myrknaði. Forhangið í templinum skrædnaði eftir miðjuni. Og Jesus rópti við harðari rødd: ?Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín.? Táið Hann hetta hevði sagt, andaðist Hann. Men táið høvuðsmaðurin sá tað, ið hendi, gav hann Gudi dýrd og segði: ?Sanniliga var hesin Maður rættvísur!? Og alt fólkið, sum saman var komið at síggja hetta, sló seg fyri bróstið og fór avstað aftur, táið tey sóu tað, ið hendi. Allir kunningar Hansara stóðu langt burtur og sóu hetta, eisini kvinnurnar, ið høvdu fylgt Honum úr Galilea. Nú var maður, ið æt Jósef; hann var ráðharri og var góður og rættvísur maður. Hann hevði ikki samtykt í ráði og verki teirra. Hann var úr hinum jødiska býnum Arimatea, og hann væntaði ríki Guds. Hann fór til Pilatus og bað um likam Jesusar. So tók hann tað niður, sveipaði tað í fínt línklæði og legði tað í grøv, sum høgd var inn í klettin, og sum enn eingin hevði ligið í. Tað var tilreiðingardagur, og sabbaturin nærkaðist. Kvinnurnar, ið komnar vóru við Honum úr Galilea, fóru aftaná og sóu grøvina, og hvussu likam Hansara varð lagt. So fóru tær avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og salvur. Og sabbatin hildu tær seg stillar, eftir boðnum. KAPITUL Uppreisn Jesusar, Hann opinberast fyri hinum báðum, sum fóru til Emmaus, Fyri øllum lærisveinunum, Himmalsferðin, Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær til grøvina og høvdu við sær hinar angandi urtirnar, ið tær høvdu gjørt til. Og tær funnu steinin veltan frá grøvini. Táið tær so fóru inn í hana, funnu tær ikki likam Harrans Jesusar. Táið tær nú ikki vitstu, hvat tær skuldu hugsa um hetta, stóðu hjá teimum tveir menn í skínandi klæðum. Tær ræddust og boygdu andlit síni móti jørðini. Men teir søgdu við tær: ?Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu! Hann er ikki her, Hann er risin upp; minnist tað, ið Hann talaði til tykkara, meðan Hann enn var í Galilea, hvussu Hann segði, at Menniskjasonurin skuldi verða givin syndigum menniskjum upp í hendur og verða krossfestur og rísa upp aftur triðja dagin!? Tá mintust tær orð Hansara. Tær fóru nú avstað aftur frá grøvini og søgdu alt hetta fyri hinum ellivu og fyri øllum hinum. Tað vóru Maria Magdalena, Jóhanna og Maria, móðir Jákup, og hinar kvinnurnar við teimum; tær søgdu ápostlunum hetta. Men orð teirra tyktust teimum at vera leyst tos; teir trúðu teimum ikki. Men Pætur reistist og leyp út til grøvina, og táið hann bukkaði seg niður, sá hann einki uttan línklæðini liggja har; hann fór tá aftur til hús í undran um tað, ið hent hevði. Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var stadiur frá Jerúsalem. Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði. Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum. Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so teir kendu Hann ikki. Hann segði við teir: ?Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?? Og teir stóðu sorgarfullir. Annar teirra hann æt Kleopas svaraði Honum: ?Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerúsalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?? Hann spurdi teir: ?Hvat tá?? Teir svaraðu Honum: ?Tað við Jesusi úr Nazaret, sum var profetur, mektigur í verki og orði fyri Gudi og øllum fólkinum, og hvussu høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara hava givið Hann upp til deyðadóm og krossfest Hann. Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi. So hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum ovfarnar. Tær vóru tíðliga í morgun við grøvina og funnu ikki likam Hansara; so komu tær og søgdu, at tær høvdu sæð sjón einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir. Nakrir av teimum, ið við okkum vóru, fóru tá út til grøvina og funnu tað so, sum kvinnurnar høvdu sagt; men Hann sóu teir ikki.? Tá segði Hann við teir: ?Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað! Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!? Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann. Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur. Tá noyddu teir Hann og søgdu: ?Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!? Tá fór Hann inn at vera hjá teimum. Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum. Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón. Teir søgdu nú hvør við annan: ?Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!? Og teir reistust í sama tíma og fóru aftur til Jerúsalem; har funnu teir hinar ellivu savnaðar, og teir, ið við teimum vóru. Teir søgdu: ?Tað er satt, at Harrin er risin upp Hann er sæddur av Símuni!? Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið. Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: ?Friður veri við tykkum!? Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu. Men Hann segði við teir: ?Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara? Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!? Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar. Og táið teir ikki trúðu enn fyri gleði og undraðust, segði Hann við teir: ?Hava tit okkurt etandi her?? Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku. Hann tók tað og át tað fyri eygum teirra. Og Hann segði við teir: ?Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum.? So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar. Og Hann segði við teir: ?So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu, og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta. Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini.? So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir. Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals. Tá tilbóðu teir Hann og fóru aftur til Jerúsalem við stórari gleði. Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi. Malakias KAPITUL Útveljingin, Hóttan móti prestunum, Spádómur orð HARRANS til Ísrael við Malakiasi. Eg havi elskað tykkum! sigur HARRIN. Men tit spyrja: ?Við hvørjum hevur Tú víst okkum kærleika Tín!? Eru ikki Esau og Jákup brøður! sigur HARRIN; tó elskaði Eg Jákup; men Esau hataði Eg og gjørdi fjøll hansara til oyðimørk og arv hansara sjakalunum úr oyðimørkini til bústað. Sigur Edom: ?Vit eru lagdir í oyði, men vit skulu byggja toftirnar upp aftur!? sigur HARRIN Gud herskaranna so: Byggi teir! Eg skal ríva niður, og teir skulu verða róptir ?gudloysisland? og ?fólkið, ið HARRIN er vreiður á í allar ævir?! Tit skulu við egnum eygum fáa tað at síggja, og tit skulu siga: ?Stórur er HARRIN, út um landamark Ísraels!? Sonur heiðrar faðir sín, og tænari harra sín. Eri Eg nú faðir, hvar er tá heiður Mín! Og eri Eg harri, hvar er tá óttin fyri Mær! sigur HARRIN Gud herskaranna við tykkum, tit prestar, sum vanvirða navn Mítt. Tit spyrja: ?Við hvørjum hava vit vanvirt navn Títt!? Við at bera fram óreinan mat á altar Mítt! Tit spyrja: ?Við hvørjum hava vit gingið reinleika Tínum ov nær!? Við at siga: ?Borð HARRANS er lítlan heiður vert!? Táið tit leiða fram sum offur blint kríatúr, halda tit tað ikki saka! Og táið tit leiða fram eitt, sum er lamið ella sjúkt, halda tit tað ikki saka! Kom við slíkum til landstjóra tín! Man honum fara at dáma tað! Man hann fara at taka væl ímóti tær! sigur HARRIN Gud herskaranna. Bønið tí nú Gud um at vera okkum náðigan! Við tykkara egnu hondum hava tit gjørt hetta fær Hann verið náðigur fyri tykkum! sigur HARRIN Gud herskaranna. Hevði bert onkur verið millum tykkara, sum vildi læst tempuldyrnar, so tit ikki til einkis kynda eld á altari Mínum! Eg havi ongan tokka til tykkara sigur HARRIN Gud herskaranna og offurgávur av hond tykkara líkar Mær ikki! Tí frá upprisi sólar til niðurgongu hennara skal navn Mítt verða stórt millum tjóðirnar, og allastaðni skal roykilsi verða brent navni Mínum, og skulu offurgávur verða bornar tí fram; tí navn Mítt skal verða stórt millum tjóðirnar sigur HARRIN Gud herskaranna. Men tit vanhalga tað við at siga: ?Borð HARRANS er óreint, og maturin, ið givin verður til tað, er lítið verdur!? Ja, tit siga: ?Á tað stríð!? Og tit blása eftir tí sigur HARRIN Gud herskaranna og bera fram tað, ið rænt er, og tað, ið lamið og sjúkt er slíkt bera tit fram sum offurgávu! Skuldi Mær líkað slíkar gávur frá tykkum! sigur HARRIN. Bannaður veri tann svikari, sum í fylgi sínum hevur kríatúr av hannslagi og kortini, táið hann hevur gjørt lyfti, ofrar Harranum kríatúr, sum einki nyttar! Tí Eg eri stórur kongur sigur HARRIN Gud herskaranna og navn Mítt er øgiligt millum tjóðirnar. KAPITUL Framhald, Móti teimum, ið vrakaðu konur sínar, Og nú kemur hetta boð til tykkara, tit prestar! Vilja tit ikki hoyra og leggja tykkum tað á hjarta, so tit geva navni Mínum heiður sigur HARRIN Gud herskaranna so skal Eg senda bannið móti tykkum og banna signingum tykkara; ja, Eg havi longu bannað teimum, aftur fyri at tit leggja tykkum tað ikki á hjarta. Eg skal lata revsing Mína ráma avkom tykkara, og Eg skal kasta skarn í andlit tykkara, skarnið úr hátíðarofrum tykkara, og tit skulu sjálvir verða kastaðir í tað. Tá skulu tit sanna, at Eg havi sent tykkum hetta boð; tí Eg havi sáttmála við Levi sigur HARRIN Gud herskaranna. Eg hevði sáttmála við hann, og í honum var lív og friður; tað gav Eg honum, uppá at hann skuldi óttast Meg og hann óttaðist Meg og bar ræðslu fyri navni Mínum. Sannleikalóg var í munni hansara, og órættur varð ikki funnin á vørrum hansara; friðarligur og sannorðaður gekk hann leiðir Mínar, og mong umvendi hann frá misbroti. Tí varrar prests skulu halda fast við kunnskap, og lóg vænta tey sær av munni hansara; tí hann er sendiboð HARRANS Guds herskaranna. Men tit eru viknir av leiðini og hava við læru tykkara volt, at mong eru fallin; tit hava spilt sáttmálan við Levi sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí havi Eg eisini gjørt, at tit eru vanvirdir og hava lítið at týða í eygum als fólksins aftur fyri at tit akta ikki eftir leiðum Mínum, men gera mannamun í lóglæruni. Hava vit ikki allir sama faðir! Hevur ikki sami Gud skapt okkum! Hví eru vit tá trúleysir hvør við annan, so vit vanhalga sáttmála fedra okkara? Juda hevur borið seg trúleyst at, og í Ísrael og Jerúsalem er gjørt tað, sum viðurstyggiligt er; tí Juda hevur vanhalgað halgidóm HARRANS, sum Hann elskar, og hevur gift seg við dóttur fremmandan gud. Hjá tí manni, ið slíkt ger, skal HARRIN oyða úr tjøldum Jákups hvørja livandi sál eisini tann, ið ber fram offurgávur til HARRAN Gud herskaranna! Harnæst gera tit eisini hetta: Tit fjala altar HARRANS við tárum, við gráti og suffum, so Hann vendir Sær ikki longur til offurgávuna, tekur ei heldur við gleði móti nøkrum av hond tykkara. Tit spyrja: ?Hví?? Tí HARRIN hevur verið vitni millum teg og konu ungdóms tíns, sum tú hevur verið trúleysur við, tóat hon er maki tín, ektakona tín! ?Men hevur ikki ein* gjørt so og ikki doyð kortini!? Men hvat gjørdi hesin eini! Hann vildi fáa ættina, ið Gud hevði lovað honum;** men tit skulu varða lív tykkara, og konu ungdóms tíns mást tú ikki vera trúleysur. Tí Eg hati skilnaðarsótt sigur HARRIN Gud Ísraels; við henni sveipar ein yvirgang um klæði síni sigur HARRIN Gud herskaranna. Aktið tí eftir anda tykkara og verið ikki trúleysir! Tit hava troyttað HARRAN við orðum tykkara! Tit spyrja: ?Við hvørjum hava vit troyttað Hann?? Við at siga: ?Hvør tann, sum ilt ger, er góður í eygum HARRANS, og slíkir eru Honum til gleði!? ella: ?Hvar er tann Gud, sum dømir!? KAPITUL Profetorð um Messias og undangongumann Hansara, Dómur yvir hini gudleysu, Troyst til teirra, sum óttast Harran, Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna. Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur. Hann skal sita og bræða og reinsa silvurið; Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur, so teir kunnu bera HARRANUM fram offurgávur í rættvísi. Og offurgávur Juda og Jerúsalems skulu toknast HARRANUM sum í gomlum døgum, sum í farnum árum. Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups. Líka frá teimum døgum fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara! sigur HARRIN Gud herskaranna. Tit siga: ?Hvørjum skulu vit venda við frá!? Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! Tit siga: ?Hvat hava vit rænt frá Tær!? Tíggjundina og hinar heiløgu gávur! Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið! Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum roynið Meg á henda hátt sigur HARRIN Gud herskaranna um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum! Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti sigur HARRIN Gud herskaranna. Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land sigur HARRIN Gud herskaranna. Tit hava talað hørð orð móti Mær! sigur HARRIN. Tit spyrja: ?Hvat hava vit okkara millum talað móti Tær!? Tit hava sagt: ?Einki spyrst burtur úr at tæna Gudi! Hvat hava vit vunnið við at akta eftir boðum Hansara og ganga í syrgibúna fyri HARRANS Guds herskaranna skuld! Nei, vit prísa hini hugmóðigu lukkulig! Hjá teimum gongur uppeftir, sum liva í gudloysi; tey freista Gud og sleppa órevsað!? Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara. Og tann dag Eg útinni verk Mítt sigur HARRIN Gud herskaranna skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum. Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum. KAPITUL Framhald, Profetorð um Elias, Tí dagurin kemur, brennandi sum ovnur; tá skulu øll hugmóðig og hvør tann, sum livir í gudloysi, vera sum hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey sigur HARRIN Gud herskaranna so hvørki rót ella grein verður eftir av teimum. Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum, og tit skulu fara út og spæla sum gøðingarkálvar. Tit skulu traðka niður hini gudleysu; tey skulu vera sum øska undir fótum tykkara, tann dag Eg útinni verk Mítt sigur HARRIN Gud herskaranna. Minnist lóg Mósesar, tænara Míns, hana, ið Eg á Horeb gav honum til alt Ísrael bæði lógir og boð! Eg sendi tykkum Elias, profetin, áðrenn dagur HARRANS, hin stóri og øgiligi, kemur. Hann skal venda hjørtum fedranna til børnini og hjørtum barnanna til fedrar teirra, so Eg komi ikki og slái landið við banni. Evangeliið eftir Markus KAPITUL Jóhannes doypari, Jesus verður doyptur og freistaður, Kallar lærisveinar, Grøðir mann við illum anda, vermóður Pætur og mong onnur, Prædikar orðið og rekur út illar andar, Reinsar ein spitalskan, Upphav evangeliums Jesu Krists, Sonar Guds. Sum skrivað er hjá Esaiasi profeti: ?Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær vegin til reiðar. Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: ?Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!?? soleiðis steig Jóhannes doypari fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til syndafyrigeving. Og alt Judea og øll í Jerúsalem fóru út og vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar. Jóhannes var í klæðum av kamelull og hevði leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur. Hann prædikaði og segði: ?Eftir meg kemur tann, ið sterkari er enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bukka meg niður og loysa skóreimina hjá. Eg doypi tykkum í vatni; men Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum.? Tað hendi á teimum døgum, at Jesus kom úr Nazaret í Galilea og varð doyptur av Jóhannesi í Jordan. Og við tað sama sum Hann kom upp úr vatninum, sá hann Himmalin opnast og Andan sum dúvu dala niður yvir Hann; og rødd kom av Himli: ?Tú ert Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.? Við tað sama dreiv Andin Hann út í oyðimørkina. Hann var í oyðimørkini og varð freistaður av Satan dagar; Hann var millum hini villu dýrini, og einglarnir tæntu Honum. Men eftir at Jóhannes var settur fastur, kom Jesus til Galilea og prædikaði evangelium Guds og segði: ?Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!? Sum Hann nú gekk fram við vatninum í Galilea, sá Hann Símun og Andrias, bróður hansara; teir settu garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn. Jesus segði við teir: ?Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!? Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum. Táið Hann var komin eitt sindur longur, sá Hann Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara; teir bøttu gørn síni í bátinum. Hann kallaði teir við tað sama, og teir fylgdu Honum og lótu faðir sín, Zebedeus, vera eftir á bátinum við daglønamonnunum. So fóru teir inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Hann sabbatin inn í sýnagoguna og lærdi. Tey vórðu sligin av undran um læru Hansara; tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu. Í sýnagogu teirra var nú maður við óreinum anda; hann rópti: ?Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!? Men Jesus hótti at honum og segði: ?Tig, og far út úr honum!? Tá sleit hin óreini andin í hann og rópti hart og fór út úr honum. Og øll vóru ovfarin, so tey spurdu hvørt annað: ?Hvat er hetta? Nýggj læra! Við valdi býður Hann eisini yvir hinum óreinu andum, og teir akta Hann!? Og tíðindini um Hann komu alt fyri eitt út allastaðni í øllum landinum har um vegir í Galilea. Við tað sama sum teir vóru komnir út úr sýnagoguni, komu teir inn hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi. Vermóðir Símun lá við fepri; og alt fyri eitt tosaðu tey við Hann um hana. Hann fór tá yvir til hennara, tók í hond hennara og reisti hana upp; og hon slapp frá feprinum, og hon borðreiddi fyri teimum. Táið nú kvøldið var komið, og sólin var undirgingin, komu tey til Hansara við øllum hinum sjúku og teimum, ið sett vóru av illum andum; og allur býurin var komin saman fyri durunum. Hann grøddi mong, ið liðu av ymiskum sjúkum, og rak út nógvar illar andar; og Hann læt ikki hinar illu andar sleppa at tala, av tí at teir kendu Hann. Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har. Símun og teir, ið við Honum vóru, skundaðu sær tá aftan á Honum. Táið teir funnu Hann, søgdu teir við Hann: ?Øll leita eftir Tær!? Tá segði Hann við teir: ?Latið okkum fara burt aðrastaðni til smábygdirnar her rundanum, so Eg kann prædika har við! Tí tað var tað, Eg kom til.? Hann kom so og prædikaði í sýnagogum teirra um alt Galilea og rak út hinar illu andar. Ein spitalskur kom tá til Hansara, bað Hann og fall á knæ fyri Honum og segði við Hann: ?Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!? Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: ?Eg vil; verð reinur!? Við tað sama slapp hann frá spitalskuni, og hann varð reinur. Tá koyrdi Jesus hann alt fyri eitt avstað, beyð honum strangliga og segði við hann: ?Síggj til, at tú ongum sigur nakað um hetta! Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína tað, ið Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!? Men táið hann kom út, fór hann at siga nógv frá hesum og bera út hesi tíðindi, so Jesus fekk ikki longur farið opinlýst inn í nakran bý; Hann helt Seg uttanfyri, á støðum, har eingin búði; og allastaðni frá komu tey til Hansara. KAPITUL Jesus grøðir ein lamnan, Kallar Levi og etur við tollarum og syndarum, Talar um føstu, Lærisveinarnir slíta øks sabbat, Nakrar dagar seinni fór Hann aftur inn í Kapernaum, og tað spurdist, at Hann var heima. Tá kom nógv fólk saman, so at tey rúmaðust ikki longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar; og Hann talaði orðið til teirra. Teir komu tá til Hansara við lamnum manni, sum varð borin av fýra; og við tað at teir sluppu ikki fram til Hansara fyri mannfjøldini, tóku teir takið av, har sum Hann var, brutu hol á og sígdu niður songina, sum hin lamni lá í. Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: ?Sonurin, syndir tínar eru fyrigivnar!? Nú sótu nakrir av hinum skriftlærdu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: ?Hví talar hesin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir uttan ein Gud!? Við tað sama kendi Jesus í anda Sínum, at teir hugsaðu so við sær sjálvum, og Hann segði við teir: ?Hví hugsa tit hatta í hjørtum tykkara? Hvat er lættari, at siga við hin lamna: ?Syndir tínar eru tær fyrigivnar!? ella at siga: ?Reis teg, tak song tína og gakk!? Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir? segði Hann við hin lamna: ?Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!? Tá reistist hann, tók við tað sama songina og fór út fyri eygum alra, so tey vóru øll ovfarin og prísaðu Gudi og søgdu: ?Aldri hava vit sæð slíkt!? Aftur fór Hann út, fram við vatninum, og alt fólkið kom til Hansara, og Hann lærdi tey. Hann kom tá framvið og sá Levi, son Alfeus, sita við tollbúðina; og Hann segði við hann: ?Fylg Mær!? Tá reistist hann og fylgdi Honum. Táið Hann síðani sat til borðs heima hjá honum, sótu nógvir tollarar og syndarar til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara; tí teir vóru nógvir, og teir fylgdu Honum. Táið hinir skriftlærdu og Fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: ?Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum!? Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: ?Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.? Lærisveinar Jóhannesar og Farisearanna hildu føstu. Teir komu nú og søgdu við Hann: ?Hví fasta lærisveinar Jóhannesar og Farisearanna, og lærisveinar Tínir fasta ikki?? Jesus svaraði teimum: ?Fara brúðmenninir at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum! So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta, tann dag. Eingin seymar bót av ótøvdum vadmali á gamalt plagg; tí hin nýggja bótin skræðir meiri burtur úr hinum gamla, og holið verður verri. Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí vínið spreingir sekkirnar, og bæði tað og sekkirnir fara fyri einki. Nei, nýtt vín skal í nýggjar skinnsekkir!? Nú hendi tað ein sabbat, at Hann gekk gjøgnum ein akur; og lærisveinar Hansara fóru at slíta øks, meðan teir gingu. Tá søgdu Fariseararnir við Hann: ?Hygg, hví gera teir sabbat tað, sum ikki er loyviligt!? Hann svaraði teimum: ?Hava tit aldri lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann kom í neyð og hungraði, hann sjálvur og teir, ið við honum vóru hvussu hann fór inn í hús Guds, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum eingin hevur loyvi at eta uttan prestarnir, og gav eisini teimum, ið við honum vóru?? Og Hann segði við teir: ?Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld. Tí er Menniskjasonurin Harri sabbatsins við.? KAPITUL Jesus grøðir visna hond, Grøðir mong sjúk og sett av illum andum, Útvelur ápostlarnar, Verjir Seg móti hinum skriftlærdu, Talar um, hvørji ið eru ætt Hansara, Aftur fór Hann inn í sýnagogu, og har var maður, sum hevði visna hond. Teir høvdu eyguni eftir Honum, um Hann mundi fara at grøða hann sabbat, fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri. Tá segði Hann við mannin, ið hevði hina visnu hondina: ?Reis teg og kom fram higar!? So segði Hann við teir: ?Hvat er loyviligt sabbat: At gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at drepa?? Teir tagdu. Tá hugdi Hann runt á teir í vreiði, harmur um, at hjørtu teirra vóru so hørð, og segði so við mannin: ?Rætt út hondina!? Hann rætti hana út, og hond hansara varð frísk aftur. Tá fóru Fariseararnir við tað sama út og hildu ráð saman við Heródingum móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum. Jesus fór nú burtur við lærisveinum Sínum til vatnið, og stór mongd av fólki úr Galilea fylgdi eftir. Og úr Judea, úr Jerúsalem, úr Idumea og úr landinum hinumegin Jordan og rundan um Týrus og Sidon komu stórir skarar av fólki til Hansara, táið tey hoyrdu um stórverkini, ið Hann gjørdi. Tá segði Hann við lærisveinar Sínar, at bátur skuldi vera til reiðar til Hansara fyri fólksins skuld, so tey skuldu ikki treingja Hann. Tí Hann grøddi mong, so tey beinan vegin lupu á Hann fyri at sleppa at nema við Hann, øll, sum høvdu plágur. Táið hinir óreinu andar sóu Hann, fullu teir niður fyri Honum og róptu: ?Tú ert Sonur Guds!? Men Hann beyð teimum við nógvum strongum orðum, at teir máttu ikki gera Hann kendan. Hann fór so niðan á fjallið og kallaði til Sín teir, ið Hann sjálvur vildi; og teir komu til Hansara. So útvaldi Hann tólv, sum skuldu vera hjá Honum, og sum Hann so kundi senda út at prædika; teir skuldu hava vald at reka út illar andar. Hann gav Símuni navnið Pætur; so var Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir Jákup; teimum báðum gav Hann navnið Boanerges, tað er Torusynir; so Andrias, Filip, Bartolomeus, Matteus, Tummas, Jákup, sonur Alfeus, Taddeus, Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann. So kom Hann heim, og aftur kom fólkið saman, so teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: ?Hann er frá Sær sjálvum!? Hinir skriftlærdu, ið komnir vóru oman úr Jerúsalem, søgdu: ?Hann hevur Be'elzebul, og tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!? Tá kallaði Hann teir til Sín og segði við teir í líknilsum: ?Hvussu kann Satan reka út Satan! Er ríki komið í stríð við seg sjálvt, kann tað ríki ikki verða standandi. Er hús komið í stríð við seg sjálvt, kann tað hús ikki verða standandi. Og hevur Satan sett seg upp móti sær sjálvum og er komin í stríð við seg sjálvan, kann hann ikki verða standandi, nei, tað er úti við honum. Eingin kann fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka; tá kann hann ræna hús hansara. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir, hvussu stórliga tey so spotta; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd.? Tí teir søgdu: ?Hann hevur óreinan anda!? So komu móðir og brøður Hansara; tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til Hansara og bóðu Hann koma út. Fólkið sat rundan um Hann; og tey søgdu við Hann: ?Móðir Tín og brøður Tínir eru uttanfyri og spyrja eftir Tær!? Tá svaraði Hann teimum: ?Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?? Og Hann hugdi rundan um Seg á tey, sum rundan um Hann sótu, og segði: ?Hyggið, her eru móðir Mín og brøður Mínir! Tí tann, ið ger vilja Guds, hann er bróðir og systir og móðir Mín.? KAPITUL Líknilsini um sáðmannin, ljósið, sáðið og sinopskornið, Jesus stillar stormin, Aftur fór Hann at læra við vatnið. Og ógvuliga nógv fólk savnaðist rundan um Hann, so Hann var noyddur at fara í bát og sita í honum úti á vatninum; og alt fólkið stóð inni á landi við vatnið. Hann lærdi tey tá nógv í líknilsum og segði við tey, meðan Hann lærdi: ?Hoyrið nú! Sáðmaður fór út at sáa. Í tí hann sáaði, bar so á, at nakað fall við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold; tað kom skjótt upp, við tað at har var ikki djúpt. Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst. Men nakað fall í góða jørð; tað kom upp og vaks og bar grøði; tríati-, seksti- og hundraðfalda gav tað.? Og Hann segði: ?Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!? Táið Hann var vorðin einsamallur, spurdu teir tólv og hinir, ið við Honum vóru, Hann um líknilsini. Tá segði Hann við teir: ?Tykkum er loyndarmál Guds ríkis givið; men teimum, ið uttanfyri eru, verður alt sagt í líknilsum, fyri at tey síggjandi skulu síggja og ikki skilja og hoyrandi hoyra og ikki fata fyri at tey skulu ikki umvenda seg og fáa fyrigeving.? Og Hann segði við teir: ?Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá skilja øll hini líknilsini! Sáðmaðurin sáar orðið. Tey við vegin eru tey, sum orðið verður sáað í, og táið tey hava hoyrt tað, kemur Satan við tað sama og tekur burt orðið, sum sáað er í tey. Somuleiðis tey, sum sáað verða í gaddajørð; tað eru tey, sum alt fyri eitt taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað. Men tey hava ikki rót í sær; tey halda út bert eina tíð; táið so trongd ella atsókn kemur fyri orðsins skuld, verða tey fyri falli við tað sama. Uppaftur onnur eru tey, sum sáað verða millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið, og tímilig stúran, svikaliga lokkan ríkdómsins og tráan eftir øðrum kemur inn og køvir orðið, so tað verður ávakstarleyst. Men tey, sum vórðu sáað í góða jørð, eru tey, sum hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst: Tríati-, seksti- og hundraðfaldan.? Síðani segði Hann við teir: ?Man ljósið koma inn at verða sett undir skeppumálið ella undir song! Kemur tað ikki at verða sett í ljósastakan! Tí einki er loynt uttan fyri at koma upp; ei heldur varð nakað dult uttan fyri at koma í ljós. Hevur onkur oyru at hoyra við, hann hoyri!? Og Hann segði við teir: ?Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið. Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.? So segði Hann: ?Við ríki Guds er so, sum táið maður kastar sáðið í jørðina og svevur og fer upp, nátt og dag, og sáðið nælir og veksur upp, hann veit ikki sjálvur, hvussu. Av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst strá, so aks, so fult korn í aksinum. Men táið grøðin er staðin, sendir hann við tað sama út akurknívin; tí heystið er komið.? Síðani segði Hann: ?Hvat skulu vit líkna ríki Guds við, hvat líknilsi skulu vit nýta um tað? Tað er eins og sinopskorn, sum, táið tað verður sáað í jørðina, er minni enn alt annað fræ á jørðini; men táið tað er sáað, veksur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so fuglar himmalsins fáa bygt reiður í skugga tess.? Í mongum slíkum líknilsum talaði Hann orðið til teirra, eftir sum tey vóru før fyri at fata; og uttan líknilsi talaði Hann ikki til teirra; men táið Hann og lærisveinar Hansara vóru einsamallir, legði Hann alt út fyri teimum. Sama dagin, táið kvøldið var komið, segði Hann við teir: ?Latið okkum fara yvirum!? So lótu teir fólkið fara og tóku Hann við, sum Hann sat í bátinum; eisini aðrir bátar fylgdust við Honum. Tá kom harður stormur, og sjógvarnir brutu inn í bátin, so hann var um at fyllast. Men sjálvur lá Hann og svav í bakskutinum á kodda. Teir vaktu Hann tá og søgdu við Hann: ?Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?? Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: ?Tig, ver stilt!? Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð. So segði Hann við teir: ?Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?? Teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: ?Hvør er tó hesin, at bæði vindur og vatn eru Honum lýðin?? KAPITUL Jesus rekur út illar andar, Grøðir blóðsjúka kvinnu og vekur upp dóttur Jairusar, So komu teir yvir um vatnið, til land Gerasena. Við tað sama sum Hann var farin upp úr bátinum, kom ímóti Honum út úr grøvunum maður við óreinum anda. Hann hevði tilhald sítt har í grøvunum, og eingin kundi longur binda hann, nei, ikki um tað so var við leinkjum. Tí hann hevði mangan verið bundin við fótjørnum og leinkjum; leinkjurnar hevði hann skrætt av sær, og fótjørnini hevði hann slitið sundur, og eingin kundi temja hann. Hann var altíð, bæði dag og nátt, í grøvunum og í fjøllunum, rópti og meinslaði seg sjálvan við steinum. Táið hann nú sá Jesus langt burtur, rann hann til Hansara, kastaði seg niður fyri Honum og rópti hart: ?Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins hægsta Guds! Eg taki Teg í eið um Gud, at Tú pínir meg ikki!? Tí Hann segði við hann: ?Far út úr manninum, óreini andi!? Tá spurdi Hann hann: ?Hvussu eitur tú?? Hann svaraði Honum: ?Legión er navn mítt; tí vit eru nógvir.? Hann bønaði Hann nú, ikki at reka teir burt haðani av leið. Nú lá har við fjallið stórt svínafylgi og át. Og teir bóðu Hann: ?Send okkum í svínini, so vit kunnu fara í tey!? Hann gav teimum loyvi til tað. Tá fóru hinir óreinu andarnir út og fóru í svínini; og fylgið, eini í tali, stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum. Men svínahirðarnir tóku til beins og fóru og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum har. Og fólk fór út at síggja, hvat tað var, ið hent hevði. Táið tey nú komu til Jesus, sóu tey hann, ið settur hevði verið av illum andum sum legiónin hevði verið í sita ílatnan og við seg sjálvan; og tey óttaðust. Men teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum frá, hvussu til hevði gingist við honum, ið settur hevði verið av illum andum, og um svínini. Tá fóru tey at biðja Hann um at fara burtur av leiðum teirra. Táið Hann so fór í bátin, bað hin, ið settur hevði verið av illum andum, um loyvi at vera hjá Honum. Hann gav honum tó ikki loyvi til tað, men segði við hann: ?Far heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær!? Tá fór hann avstað og fór at kunngera í Dekapolis stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann; og øll undraðust. Táið Jesus nú var farin yvirum aftur í bátinum, savnaðist nógv fólk rundan um Hann, og Hann var við vatnið. Tá kom ein sýnagogustjóri Jairus æt hann; og táið hann sá Hann, fall hann niður fyri fótum Hansara. Hann bað Hann bønliga og segði: ?Lítla dóttir mín liggur og stríðist; hevði Tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, so hon kann verða hjálpin og liva!? Tá fór Hann avstað við honum, og nógv fólk fylgdi Honum, og tey troðkaðust um Hann. Nú var kvinna, sum hevði havt blóðsótt í tólv ár. Hon hevði útstaðið nógv av mongum læknum; alt, ið hon átti, hevði hon latið afturfyri, og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað. Hon hevði hoyrt um Jesus og kom nú aftanfrá mitt ímillum fólkið og nam við klæði Hansara. Tí hon segði: ?Fái eg nomið, um tað so bert er við klæði Hansara, verði eg hjálpin.? Við tað sama tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi í likami sínum, at hon var vorðin frísk av plágu síni. Men alt fyri eitt sum Jesus kendi við Sær sjálvum kraftina, ið út gekk frá Honum, vendi Hann Sær á í fólkahópinum og segði: ?Hvør nam við klæði Míni?? Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: ?Tú sært, at fólkið troðkar Teg, og Tú spyrt: ?Hvør nam við Meg??? Men Hann hugdi rundan um Seg fyri at fáa eyga á hana, ið gjørt hetta hevði. Kvinnan sum vitsti, hvat hana hevði hent kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var. Tá segði Hann við hana: ?Dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg! Far í friði og ver frísk av plágu tíni!? Meðan Hann enn talaði, komu nøkur frá sýnagogustjóranum og søgdu: ?Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!? Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogustjóran: ?Óttast ikki, trúgv bert!? Hann læt ongan fáa loyvi at koma við Sær uttan Pætur og Jákup, og Jóhannes, bróður Jákup. So komu teir til hús sýnagogustjórans, og har sá Hann mongd av fólki, sum helt gang og græt og venaði seg illa. Hann fór tá inn og segði við tey: ?Hví gera tit óljóð og gráta? Barnið er ikki deytt, tað svevur!? Tey læðu at Honum. Men Hann koyrdi tey øll út; so tók Hann faðir og móður barnsins við Sær, og teir, ið við Honum vóru, og fór inn, hagar sum barnið var. Og Hann tók í hondina á barninum og segði við hana: ?Talita kumi!? Tað er útlagt: ?Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!? Við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí hon var tólv ára gomul. Og tey vórðu heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey. Men Hann forbeyð teimum strangliga at lata nakran fáa hetta at vita; og Hann segði, at tey skuldu geva henni at eta. KAPITUL Jesus verður vanvirdur í Nazaret, Sendir út ápostlarnar, Heródes og Jóhannes doypari, Ápostlarnir koma aftur, Jesus mettar menn, Gongur á vatninum, Grøðir mong, So fór Hann burtur haðani og kom til fedrabygd Sína, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum. Táið sabbaturin kom, fór Hann at læra í sýnagoguni; og mong, ið hoyrdu Hann, vórðu sligin av undran og søgdu: ?Hvaðani hevur Hann hetta? Hvat er tað fyri vísdómur, ið Honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, ið gjørdar verða við hondum Hansara! Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og eru ikki Jákup, Jóses, Judas og Símun brøður Hansara! Eru ikki systrar Hansara her hjá okkum!? So tóku tey sær ilt av Honum. Tá segði Jesus við tey: ?Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði, millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!? Og Hann kundi onga kraftargerð gera har, uttan bert at Hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey. Og Hann undraðist á vantrúgv teirra. Síðani ferðaðist Hann um í bygdunum har rundanum og lærdi. Hann kallaði nú hinar tólv til Sín og fór at senda teir út, tveir og tveir, og gav teimum vald yvir hinum óreinu andum. Hann beyð teimum, at teir skuldu einki taka við á ferðini uttan bert stav, ikki breyð, ikki tasku, ikki kopar í beltið, men vera í skóm, og: ?Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!? Og Hann segði við teir: ?Har sum tit koma inn í hús, skulu tit vera, inntil tit fara avstað aftur haðani. Og har sum tey ikki vilja taka ímóti tykkum og ikki lurta eftir tykkum, haðani skulu tit fara burtur og rista av dustið undir fótum tykkara til vitnisburð móti teimum.? So fóru teir út og prædikaðu, at tey skuldu venda við. Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey. Heródes kongur fekk nú hetta at frætta tí navn Hansara var vorðið víða gitið og hann segði: ?Jóhannes doypari er risin upp frá hinum deyðu, og tí virka hesar kreftir í honum!? Onnur søgdu: ?Tað er Elias!? Uppaftur onnur søgdu: ?Tað er ein profetur, líkur hinum profetunum!? Men táið Heródes hoyrdi tað, segði hann: ?Jóhannes, sum eg læt hálshøgga, er risin upp!? Tí Heródes hevði sjálvur sent menn avstað og latið Jóhannes taka og seta í fangahús. Tað komst av Heródias, sum var kona Filip, bróður hansara; tí hann hevði gift seg við henni, og Jóhannes hevði sagt við hann: ?Tú hevur ikki loyvi at hava konu bróður tíns!? Heródias bar tí agg til hansara og vildi fegin drepa hann, men var ikki før fyri at fáa tað í lag. Tí Heródes hevði ótta fyri Jóhannesi, av tí at hann vitsti, at hann var rættvísur og heilagur maður; og hann helt hondina yvir honum. Táið hann lurtaði eftir honum, var hann í iva um mangt, og honum dámdi væl at hoyra hann. Men so kom lagaligur dagur. Heródes gjørdi føðingardag sín veitslu fyri stórmonnum sínum og herhøvdingunum og hinum frægastu monnunum í Galilea. Tá kom dóttir hesa Heródias inn og dansaði, og Heródesi og gestunum líktist væl á hana. Kongurin segði tá við gentuna: ?Bið meg um, hvat tú so vilt, og eg skal geva tær tað!? Og hann gjørdi henni eið uppá tað og segði: ?Hvat tú so biður um, skal eg geva tær, líka til helvtina av ríki mínum!? Tá fór hon út og spurdi móður sína: ?Hvat skal eg biðja um?? Hon svaraði: ?Um høvd Jóhannesar doypara!? So fór hon við tað sama skundisliga inn til kongin, bað hann og segði: ?Eg vil, at tú nú alt fyri eitt gevur mær høvd Jóhannesar doypara á fati.? Tá varð kongurin ógvuliga tungur; men tó vildi hann ikki vísa henni burtur tí hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt! Kongurin sendi tí við tað sama ein av vaktini avstað og gav honum boð um at koma við høvdi hansara. Hesin fór tá avstað og hálshøgdi hann í fangahúsinum; so kom hann við høvdi hansara á fati og gav gentuni tað, og gentan gav móður síni tað. Táið lærisveinar hansara frættu hetta, komu teir og tóku lík hansara og løgdu tað í grøv. Ápostlarnir savnaðust nú aftur hjá Jesusi; og teir søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt, og øllum, ið teir høvdu lært. Tá segði Hann við teir: ?Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!? Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar. Men fólkið sá teir fara avstað, og mong kendu teir; og so streymaðu tey saman har til gongu úr øllum bygdunum og komu fyrr enn teir. Táið Hann tí kom upp á land, sá Hann nógv fólk; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, tí tey vóru sum seyður, ið ongan hirða hevur; og Hann fór at læra tey nógv. Táið nú longu var vorðið seint, komu lærisveinar Hansara til Hansara og søgdu: ?Staðið er oyðið, og tað er longu seint. Lat tey fara avstað, so tey fáa farið í garðarnar og bygdirnar her rundanum og keypt sær okkurt at eta!? Hann svaraði teimum: ?Gevið tit teimum at eta!? Teir søgdu við Hann: ?Skulu vit fara avstað og keypa fyri denarar í breyði og geva teimum at eta?? Men Hann segði við teir: ?Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!? Táið teir høvdu hugt eftir, søgdu teir: ?Fimm, og tveir fiskar.? Tá beyð Hann teimum at lata tey øll seta seg niður í hitt grøna grasið í smáum flokkum. Og tey settust niður, flokkur hjá flokki, í summum, og í summum. So tók Hann hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði. Síðani breyt Hann breyðini og gav lærisveinunum tey at lata fólkið fáa, og Hann býtti fiskarnar báðar millum tey øll. Og tey ótu øll og vórðu mett. Síðani hentaðu teir upp í tólv fullar kurvar av bitum, eisini av fiskunum. Teir, ið høvdu etið breyðini, vóru menn. Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan yvirum til Betsaida, meðan Hann sjálvur læt fólkið fara avstað. Táið Hann var skilstur frá teimum, fór Hann niðan á fjallið at biðja. Táið so kvøldið var komið, var báturin mitt á vatninum, og Hann einsamallur á landi. Hann sá nú, at teimum gekst illa at vinna, tí teir høvdu andróður. Um fjórðu náttarvøku kom Hann tá til teirra, gangandi á vatninum, og Hann ætlaði at fara um teir. Men táið teir sóu Hann ganga á vatninum, hildu teir tað vera spøkilsi; og teir skóru í róp. Tí teir sóu Hann allir og ræddust. Men Hann talaði alt fyri eitt við teir og segði: ?Verið hugreystir, tað eri Eg, óttist ikki!? So kom Hann inn í bátin til teirra, og vindurin makaði. Og teir vórðu stórliga ovfarnir, heilt ómetaliga. Tí teir høvdu ikki fingið skil av tí, sum hent hevði við breyðunum, nei, hjarta teirra var hart. Táið teir nú vóru farnir yvirum, komu teir til Genezaretsland og løgdu at har. Táið teir stigu upp úr bátinum, kendi fólkið Hann við tað sama aftur. Og tey runnu um allastaðni har um vegir og fóru at bera hini sjúku um í seingjum, hagar sum tey hoyrdu, at Hann var. Og hvar Hann so fór inn í bygdir, býir ella garðar, løgdu tey hini sjúku á torgini og bóðu Hann loyva teimum at nema, um tað so bert var við faldin á klæðum Hansara; og øll, ið numu við Hann, vórðu grødd. KAPITUL Jesus revsar Fariseararnar fyri hykl, Hin kánaneiska kvinnan, Jesus grøðir ein deyvstumman, Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, sum komnir vóru úr Jerúsalem, savnaðust nú um Hann. Teir fingu tá at síggja nakrar av lærisveinum Hansara eta við ?vanheiløgum?, tað er óvaskaðum, hondum. Tí Fariseararnir og allir Jødar eta ikki, uttan teir fyrst vaska sær um hendurnar, bæði væl og virðiliga; tí teir halda fast við viðtøku hinna gomlu. Táið teir koma av torginum, eta teir heldur ikki, fyrrenn teir hava vaskað sær; og mangt annað er, sum teir hava viðtikið at halda, vask av bikarum, krússum, koparíløtum og beinkjum. Tí spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu Hann: ?Hví ganga lærisveinar Tínir ikki eftir viðtøku hinna gomlu, men eta við vanheiløgum hondum?? Men Hann svaraði teimum: ?Beint profeteraði Esaias um tykkum, hyklarar tykkara! sum skrivað er: ?Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum, men hjarta teirra er langt frá Mær. Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.? Tit beina boð Guds av vegnum og halda viðtøku manna!? Og Hann segði við teir: ?Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara! Tí Móses hevur sagt: ?Ær faðir tín og móður tína!? og: ?Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.? Men tit siga: ?Táið maður sigur við faðir ella móður: ?Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, skal vera korban?? (tað er tempulgáva) tá geva tit honum ikki longur loyvi at gera nakað fyri faðir ella móður. Soleiðis gera tit orð Guds til einkis við viðtøku tykkara, sum tit hava álagt menniskjum. Og mangt tílíkt gera tit.? So kallaði Hann aftur fólkið til Sín og segði við tey: ?Hoyrið Meg øll og fatið! Einki uttan fyri menniskjað kann, um tað fer inn í tað, gera tað óreint; men tað, sum út fer úr menniskjanum, er tað, sum ger menniskjað óreint. Tann, sum hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!? Táið Hann nú var komin inn í eitt hús, burtur frá fólkinum, spurdu lærisveinar Hansara Hann um hetta líknilsið. Hann svaraði teimum: ?Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint? Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.? Men Hann segði: ?Tað, sum út fer úr menniskjanum, tað ger menniskjað óreint. Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska. Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint.? Hann reistist nú og fór haðani, til landið við Týrus og Sidon. Har fór Hann inn í eitt hús og vildi ikki, at nakar skuldi fáa tað at vita. Og kortini duldist tað ikki; nei, móðir eina smágentu, ið hevði óreinan anda, hevði hoyrt um Hann, og kom við tað sama og fall niður fyri fótum Hansara. Hon var heiðin kvinna, ættað úr Sýrofønikia. Hon bað Hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni. Men Hann segði við hana: ?Lat børnini fyrst verða mett! Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og blaka tað fyri hinar smáu hundar.? Hon svaraði Honum: ?Tað er satt, Harri! Hinir smáu hundar eta jú eisini undir borðinum av molum barnanna.? Tá segði Hann við hana: ?Fyri hetta orðið far! Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.? So fór hon avstað heim til hús og fann barnið liggjandi á songini, og hin illi andin var farin út. Táið Hann fór avstað aftur úr landinum við Týrus, kom Hann gjøgnum Sidon til vatnið í Galilea, mitt ígjøgnum Dekapolislandið. Tey komu nú til Hansara við manni, ið var deyvur og illa fekk tosað; og tey bóðu Hann um at leggja hondina á hann. Tá tók Hann hann avsíðis burtur frá fólkinum og stakk fingrarnar inn í oyru hansara, spýtti og nam við tungu hansara, hugdi upp móti himli, suffaði og segði við hann: ?Effata!? Tað er: Lat teg upp! Við tað sama opnaðust oyru hansara, tunguband hansara varð loyst, og hann talaði reint. Hann legði teimum eina við ikki at siga nøkrum tað; men tess meiri Hann álegði teimum, tess meiri kunngjørdu tey tað. Og tey vórðu ovfarin og sligin av undran og søgdu: ?Hann hevur gjørt alt væl; Hann bæði ger, at deyv hoyra, og at málleys tala!? KAPITUL Jesus mettar menn, Revsar Fariseararnar og biður lærisveinarnar varða seg fyri teimum, Gevur einum blindum sjón, Pætur játtar Jesus sum Kristus, Jesus talar um deyða Sín og uppreisn Sína, Ymiskar áminningar, Á hesum somu døgum, táið har aftur var nógv fólk, og tey einki høvdu at eta, rópti Hann lærisveinar Sínar og segði við teir: ?Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tí tey hava longu verið hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Lati Eg tey fara fastandi heimaftur, fáa tey maktarloysi á vegnum; og summi av teimum eru komin langan veg.? Lærisveinar Hansara svaraðu Honum: ?Hvaðani skal nakar kunna metta hesi við breyði her í oyðimørk!? Hann spurdi teir: ?Hvussu mong breyð hava tit?? Teir svaraðu: ?Sjey.? Tá segði Hann við fólkið, at tey skuldu seta seg niður á jørðina. So tók Hann hini sjey breyðini, takkaði, breyt tey og gav lærisveinum Sínum tey, fyri at teir skuldu bera tey um; teir løgdu tey so fyri fólkið. Teir høvdu eisini nakrar fáar smáfiskar; Hann signaði teir og beyð, at eisini teir skuldu verða lagdir fyri tey. So ótu tey og vórðu mett. Og teir savnaðu upp í sjey kurvar av bitum, sum av lupu. Men teir vóru um So læt Hann tey fara. Við tað sama fór Hann í bátin við lærisveinum Sínum og kom til landið við Dalmanuta. Fariseararnir komu tá út hagar og fóru at trætast við Hann og kravdu Hann eftir tekini av Himli fyri at freista Hann. Tá suffaði Hann djúpt í anda Sínum og segði: ?Hví krevur henda ætt tekin? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hesi ætt skal einki tekin verða givið!? So fór Hann frá teimum, steig aftur í bátin og fór yvirum. Nú høvdu teir gloymt at taka breyð við og høvdu ikki meir enn eitt breyð við sær í bátinum. Hann álegði teimum nú hetta: ?Síggið til og varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!? Tá hildu teir hvør við annan: ?Tað er, tí vit einki breyð hava við!? Men táið Hann varð varur við hetta, segði Hann við teir: ?Hví tosa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Fata tit ikki enn, og skilja tit ikki? Er hjarta tykkara so hart? Hava tit eygu og síggja ikki? Hava tit oyru og hoyra ikki? Og minnast tit ikki? Táið Eg breyt hini fimm breyðini til hinar hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?? Teir svaraðu Honum: ?Tólv.? ?Og táið Eg breyt hini sjey til hinar hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?? Teir svaraðu: ?Sjey.? Hann segði við teir: ?Hvussu ber tað tá til, at tit fata ikki enn?? So komu teir til Betsaida. Og tey komu til Hansara við einum blindum og bóðu Hann nema við hann. Tá tók Hann í hond hins blinda og leiddi hann út um bygdina, spýtti í eygu hansara, legði hendurnar á hann og spurdi hann, um hann sá nakað. Hann hugdi upp og segði: ?Eg síggi menniskjuni; tí eg síggi tey ganga um, eins og trø.? So legði Hann uppaftur hendurnar á eygu hansara, og nú sá hann klárt og var grøddur og kundi síggja alt skilliga. Hann sendi hann tá heim til hansara sjálvs og segði: ?Tú mást ikki fara inn í bygdina, ei heldur siga nøkrum í bygdini tað.? Jesus og lærisveinar Hansara fóru nú út til bygdirnar við Kesarea Filippi. Á vegnum spurdi Hann lærisveinar Sínar: ?Hvønn sigur fólk Meg vera?? Teir svaraðu: ?Jóhannes doypara; onnur siga Elias, uppaftur onnur ein av profetunum.? Hann spurdi teir: ?Men tit, hvønn siga tit Meg vera?? Pætur svaraði Honum: ?Tú ert Kristus.? Tá álegði Hann teimum strangliga ikki at siga nøkrum hetta um Seg. So fór Hann at læra teir, at Menniskjasonurin skuldi líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur tríggjar dagar eftir. Hetta segði Hann beint fram. Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum. Men Hann vendi Sær við og hugdi uppá lærisveinar Sínar, hevði at Pæturi og segði: ?Vík aftur um Meg, Satan! Tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til.? Og Hann kallaði fólkið til Sín, og eisini lærisveinar Sínar, og segði við tey: ?Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær. Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, skal frelsa tað. Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni! Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína! Tann, ið skammast við Meg og orð Míni í hesi ótrúgvu og syndigu ætt, hann skal eisini Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Faðirs Síns við hinum heiløgu einglum.? Kap. Og Hann segði við tey: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja ríki Guds vera komið við kraft.? KAPITUL Jesus umbroytist á fjallinum, Talar um Elias, Hjálpir einum, sum settur er av illum anda, Talar um deyða Sín og uppreisn Sína, Ymiskar áminningar, Seks dagar eftir hetta tók Jesus Pætur, Jákup og Jóhannes við Sær og fór við teimum einsamøllum niðan á høgt fjall fyri seg sjálvar. Hann fekk tá aðra útsjónd fyri teimum; og klæði Hansara vórðu skínandi, ógvuliga hvít, hvítari, enn nakar bleikjari á jørðini kann gera klæði. Og Elias vísti seg fyri teimum saman við Mósesi, og teir samtalaðu við Jesus. Tá tók Pætur til orða og segði við Jesus: ?Rabbi, her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein!? Hann vitsti ikki, hvat hann skuldi siga, tí stórur ótti var fallin á teir. Tá kom skýggj og skuggaði yvir teir, og rødd kom úr skýnum: ?Hesin er Sonur Mín, hin elskaði hoyrið Hann!? Og alt í einum, táið teir hugdu rundan um seg, sóu teir ongan hjá sær longur uttan Jesus eina. Táið teir so gingu oman av fjallinum, segði Hann við teir, at teir máttu ongum siga tað, ið teir høvdu sæð, fyrrenn Menniskjasonurin var risin upp frá hinum deyðu. Hetta orð løgdu teir sær í minni og spurdu hvør annan, hvat tað var, at rísa upp frá hinum deyðu. Teir spurdu Hann nú: ?Hinir skriftlærdu siga jú, at Elias eigur at koma fyrst!? Hann svaraði teimum: ?Elias kemur fyrst og beinir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um Menniskjasonin? At Hann skal líða nógv og verða vanvirdur. Men Eg sigi tykkum, at Elias er eisini komin, og teir gjørdu við hann alt, ið teir vildu, eins og skrivað er um hann.? Táið teir tá komu til lærisveinarnar, sóu teir nógv fólk rundan um teir, og nakrar skriftlærdar, ið kjakaðust við teir. Við tað sama sum alt fólkið sá Hann, kom ógvuligur hvøkkur í tey, og tey komu rennandi og heilsaðu Honum. Tá spurdi Hann teir: ?Hvat kjakast tit við teir um?? Ein millum fólkið svaraði: ?Meistari! Eg eri komin higar til Tín við syni mínum, sum hevur málleysan anda. Hvar hann so kemur á hann, slítur hann í hann, og skúmið drívur honum av munni; og hann gríslar tenn og følnar burtur. Nú tosaði eg við lærisveinar Tínar um at reka hann út; men teir vóru ikki mentir.? Tá svaraði Hann teimum: ?Tú vantrúna ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum? Komið higar til Mín við honum!? Teir leiddu hann so fram til Hansara; táið hann sá Hann, sleit andin við tað sama í hann, og hann fall til jarðar og lá og veltist, og skúmið dreiv honum av munni. Jesus spurdi nú faðir hansara: ?Hvussu leingi hevur honum vitað so við?? Hann svaraði: ?Frá tí hann var barn; mangan hevur hann kastað hann bæði í eld og vatn til at gera enda á honum. Men ert Tú nakað mentur, so miskunna okkum og hjálp okkum!? Jesus segði við hann: ?Um Eg eri mentur! Alt er honum møguligt, sum trýr!? Við tað sama rópti faðir barnsins: ?Eg trúgvi hjálp vantrúgv míni!? Táið Jesus nú sá, at fólkið tyrptist saman um teir, hótti Hann at hinum óreina andanum og segði við hann: ?Tú málleysi og deyvi andi! Eg sigi við teg, at tú skalt fara út úr honum og aldri fara inn í hann aftur.? Tá skríggjaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð, sum hann hevði verið deyður, so tey flestu søgdu: ?Hann er deyður!? Men Jesus tók í hond hansara og reisti hann upp; tá reistist hann. Táið Hann so var komin inn í eitt hús, spurdu lærisveinar Hansara Hann, har teir vóru einsamallir saman: ?Hví kundu vit ikki reka hann út?? Hann svaraði teimum: ?Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.? Teir fóru so haðani og ferðaðust gjøgnum Galilea, og Hann vildi ikki, at nakar skuldi fáa tað at vita. Tí Hann lærdi lærisveinar Sínar og segði við teir: ?Menniskjasonurin verður givin menniskjum upp í hendur, og tey skulu drepa Hann; og táið Hann er dripin, skal Hann rísa upp tríggjar dagar eftir.? Men hesa talu fataðu teir ikki, og teir vóru ræddir fyri at spyrja Hann. Teir komu nú til Kapernaum; og táið Hann var komin inn í húsið, spurdi Hann teir: ?Hvat var tað, tit tosaðu saman um á vegnum?? Men teir tagdu; tí teir høvdu tosað hvør við annan á vegnum um, hvør ið størstur var. Tá setti Hann seg niður, rópti hinar tólv og segði við teir: ?Vil onkur vera hin fyrsti, so veri hann hin síðsti av øllum og tænari hjá øllum!? So tók Hann lítið barn og læt tað standa mitt ímillum teirra, tók tað í favnin og segði við teir: ?Tann, sum tekur ímóti einum slíkum lítlum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær; og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ikki ímóti Mær, men ímóti Honum, sum sendi Meg.? Jóhannes segði við Hann: ?Meistari, vit sóu ein, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar í navni Tínum; og vit noktaðu honum tað, av tí at hann fylgist ikki við okkum!? Tá segði Jesus: ?Noktið honum tað ikki! Tí eingin er, sum ger kraftargerð í navni Mínum og skjótt aftaná kann tala illa um Meg. Tann, sum ikki er ímóti okkum, er við okkum. Tí tann, sum gevur tykkum eitt bikar av vatni at drekka í navni Mínum, fyri tað at tit hoyra Kristusi til sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal ikki missa løn sína! Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið. Um tí hond tín freistar teg, so høgg hana av! Tað er tær betri at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendurnar og fara í Helviti, í hin ósløkkjandi eld, har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki. Um fótur tín freistar teg, so høgg hann av! Tað er tær betri at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føturnar og verða kastaður í Helviti, har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki. Og um eyga títt freistar teg, so rív tað út! Tað er tær betri at ganga einoygdur inn í ríki Guds enn at hava bæði eyguni og verða kastaður í Helviti, har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki. Tí ein og hvør skal verða saltaður við eldi, og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti. Saltið er gott; men verður saltið saltleyst, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraftina aftur! Havið salt í tykkum sjálvum og haldið frið hvør við annan!? KAPITUL Jesus talar um hjúnabandið, Signar børn, Hin ríki ungi maðurin, Jesus talar um at fylgja Sær, Um deyða Sín og uppreisn Sína, Revsar synir Zebedeus og áminnir til eyðmjúkleika, Gevur Bartimeusi sjónina aftur, So reistist Hann og fór haðani, gjøgnum landið hinumegin Jordan til tað landið, sum hoyrir til Judea. Aftur savnaðist nógv fólk um Hann, og Hann lærdi tey aftur, sum Hann var vanur. Tá komu Fariseararnir og spurdu Hann fyri at freista Hann -: ?Hevur maður loyvi at skiljast frá konu síni?? Hann svaraði teimum: ?Hvat boð hevur Móses givið tykkum?? Teir søgdu: ?Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast frá henni.? Jesus segði við teir: ?Tí hjørtu tykkara eru so hørð, skrivaði hann tykkum hetta boð. Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu. Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.? Heima við hús spurdu lærisveinarnir Hann aftur um hetta. Hann svaraði teimum: ?Tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor móti henni. Og skilst kona frá manni sínum og giftist við øðrum, drívur hon hor.? Tey bóru smá børn til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men lærisveinarnir høvdu at teimum, ið bóru tey. Táið Jesus sá tað, varð Hann vreiður og segði við teir: ?Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað.? So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey. Táið Hann tá fór út á vegin, kom ein rennandi, fall á knæ fyri Honum og spurdi Hann: ?Góði Meistari, hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?? Jesus segði við hann: ?Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud. Tú veitst boðini: ?Tú mást ikki dríva hor?; ?tú mást ikki drepa?; ?tú mást ikki stjala?; ?tú mást ikki bera rangan vitnisburð?; ?tú mást ikki gera svik?; ?ær faðir tín og móður tína!?? Hann svaraði Honum: ?Meistari, alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur!? Tá hugdi Jesus uppá hann, fekk kærleika til hansara og segði við hann: ?Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!? Men hann varð illa við av hesi talu og fór sorgarfullur burtur; tí hann var ógvuliga ríkur. Tá hugdi Jesus rundan um Seg og segði við lærisveinar Sínar: ?Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!? Ræðsla kom á lærisveinarnar av orðum Hansara. Tá tók Jesus aftur til orða og segði við teir: ?Børn! Hvussu torført er ikki teimum, ið seta álit sítt á ríkdóm, at koma inn í ríki Guds! Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds.? Tá kom ovurhonds ræðsla á teir, og teir søgdu hvør við annan: ?Hvør kann tá verða frelstur!? Jesus hugdi uppá teir og segði: ?Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt.? Pætur tók til orða og segði við Hann: ?Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær!? Jesus svaraði: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíðini hús, brøður, systrar, møður, børn og jørð, við atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív. Men mong, sum eru hini fyrstu, skulu verða hini síðstu, og hini síðstu hini fyrstu.? Teir vóru nú á ferð niðan til Jerúsalem; Jesus gekk undan teimum, og teir vóru fullir av ótta, og tey, sum fylgdu við, vóru rødd. Tá tók Hann aftur hinar tólv til Sín og fór at siga teimum, hvussu Honum skuldi gangast: ?Vit fara nú niðan til Jerúsalem. Menniskjasonurin skal verða givin høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu upp í hendur, og teir skulu døma Hann til deyða og geva Hann heidningunum upp í hendur. Teir skulu spotta Hann, spýta á Hann, húðfleingja Hann og drepa Hann, og tríggjar dagar eftir skal Hann rísa upp.? Tá fóru Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, til Hansara og søgdu: ?Meistari, vit vilja fegin, at Tú skalt gera tað fyri okkum, sum vit nú fara at biðja Teg um!? Hann spurdi teir: ?Hvat vilja tit tá, at Eg skal gera fyri tykkum?? Teir søgdu við Hann: ?Gev okkum, at vit sleppa at sita, annar við høgru, og annar við vinstru lið Tína, í dýrd Tíni!? Jesus segði við teir: ?Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg drekki, ella doypast við dópinum, ið Eg verði doyptur við?? Teir svaraðu Honum: ?Tað kunnu vit!? Tá segði Jesus við teir: ?Kalikin, ið Eg drekki, skulu tit drekka, og við dópinum, ið Eg verði doyptur við, skulu tit doypast; men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað.? Táið hinir tíggju hoyrdu hetta, vórðu teir illir inn á Jákup og Jóhannes. Tá rópti Jesus teir til Sín og segði við teir: ?Tit vita, at teir, ið roknast fyri høvdingar tjóðanna, valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt. So er ikki hjá tykkum; nei, tann tykkara, sum stórur vil verða, skal vera tænari tykkara; og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum. Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.? Teir komu nú til Jeriko. Og táið Hann fór út úr Jeriko saman við lærisveinum Sínum og nógvum fólki, sat sonur Timeus, Bartimeus, blindur biddari, við vegin. Táið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nazaret, fór hann at rópa: ?Sonur Dávids, Jesus, miskunna mær!? Mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: ?Sonur Dávids, miskunna mær!? Tá steðgaði Jesus og segði: ?Rópið hann higar!? Tey róptu so hin blinda og søgdu við hann: ?Ver hugreystur, reis teg upp, Hann rópar teg!? Tá kastaði hann kappan av sær, leyp á føtur og kom til Jesus. Jesus tók til orða og segði við hann: ?Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?? Hin blindi svaraði Honum: ?Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!? Jesus segði við hann: ?Far avstað trúgv tín hevur frelst teg!? Við tað sama fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Honum á leið. KAPITUL Jesus kemur inn í Jerúsalem, Bannar fikutrænum, Reinsar templið, Talar um bøn, Teppir mótstøðumenn Sínar, Táið teir nú nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage og Betania við Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði við teir: ?Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Við tað sama sum tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar! Sigur onkur við tykkum: ?Hví gera tit hatta?? so sigið: ?Harranum tørvar tað, og Hann sendir tað aftur higar við tað sama!?? Teir fóru so avstað og funnu fylið bundið við dyrnar, uttan fyri, við vegin; og teir loystu tað. Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu tá við teir: ?Hvat er tað, tit gera! Loysa tit fylið!? Men teir svaraðu teimum, sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir fáa tað. So leiddu teir fylið til Jesus og løgdu klæði síni á tað; og Hann setti Seg á tað. Mong breiddu klæði síni á vegin, onnur kvistar, ið tey høvdu skorið á markini. Tey, sum undan gingu, og tey, sum eftir fylgdu, róptu: ?Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!? So fór Hann inn í Jerúsalem, í templið; og táið Hann hevði hugt at øllum, fór Hann út til Betania við hinum tólv, við tað at longu var vorðið kvøld. Dagin eftir, táið teir fóru úr Betania, varð Hann svangur. Og táið Hann langt burtur sá fikutræ, sum hevði bløð, fór Hann hagar at vita, um Hann kanska kundi finna okkurt á tí; men táið Hann kom til tað, fann Hann einki uttan bløð; tí ikki var fikutíð. Tá tók Hann til orða og segði við tað: ?Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!? Og lærisveinar Hansara hoyrdu tað. So komu teir til Jerúsalem; og Hann fór inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu og keyptu í templinum; Hann koyrdi umkoll borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur. Og Hann gav ikki loyvi til, at nakar bar ílat gjøgnum templið. Hann lærdi og segði við teir: ?Er ikki skrivað, at hús Mítt skal kallast bønhús fyri øll fólkasløg! Men tit hava gjørt tað til ránsmannabøli.? Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, løgdu teir ráð um, hvussu teir skuldu beina fyri Honum; tí teir ræddust Hann, við tað at alt fólkið var ovfarið av læru Hansara. Táið so kvøldið kom, fór Hann út úr staðnum. Men táið teir um morgunin gingu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað frá rótini. Tá mintist Pætur tað og segði við Hann: ?Rabbi, hygg, fikutræið, ið Tú bannaði, er følnað!? Jesus svaraði teimum: ?Havið trúgv til Gud! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: ?Lyft teg upp og kasta teg í havið!? og ivast ikki í hjartanum, men trýr, at tað verður, sum hann sigur, honum skal verða so. Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so! Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara! Men fyrigeva tit ikki, skal Faðir tykkara, sum í Himli er, heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.? So komu teir aftur til Jerúsalem. Og meðan Hann gekk um í templinum, komu høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og elstu til Hansara. Teir søgdu við Hann: ?Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør hevur givið Tær henda myndugleika til at gera hetta?? Jesus svaraði teimum: ?Eg skal spyrja tykkum um eitt; svarið Mær uppá tað, so skal Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta! Dópur Jóhannesar, var hann av Himli ella frá menniskjum? Svarið Mær!? Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: ?Siga vit: ?Av Himli,? so sigur Hann: ?Hví trúðu tit honum tá ikki?? Men siga vit: ?Frá menniskjum?? tá ræddust teir fólkið; tí øll hildu um Jóhannes, at hann av sonnum var profetur. Teir svaraðu tí Jesusi: ?Vit vita ikki.? Tá segði Jesus við teir: ?So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.? KAPITUL Líknilsið um víngarðsmenninar, Jesus talar um at geva keisaranum skatt, Um uppreisnina, Um størsta boðið í lógini, Um Kristus sum son ella Harra Dávids, Varar móti hinum skriftlærdu, Talar um at geva, Hann fór nú at tala til teirra í líknilsum: ?Maður plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu, bygdi torn, leigaði víngarðsmonnum hann og fór so burt í annað land. Táið so tíðin kom, sendi hann tænara til víngarðsmenninar at taka við parti sínum av ávøksti víngarðsins frá víngarðsmonnunum. Men teir tóku hann og bankaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. So sendi hann aftur annan tænara til teirra; hann slógu teir í høvdið og háðaðu. Hann sendi ein annan, og hann drópu teir; og so gjørdu teir við nógvar aðrar; summar bankaðu teir, og summar drópu teir. Nú átti hann ein eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann til endan til teirra og segði: ?Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!? Men hesir víngarðsmenn søgdu hvør við annan: ?Hetta er arvingin! Komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arvin!? Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út úr víngarðinum. Hvat fer nú víngarðsharrin at gera? Hann fer at koma og gera enda á víngarðsmonnunum og lata aðrar fáa víngarðin. Hava tit ikki eisini lisið hetta skriftorðið: ?Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur. Av Harranum er hetta gjørt; tað er undurfult í eygum okkara??? Teir royndu nú at taka Hann, men teir ræddust fólkið; tí teir skiltu, at tað var um teir, Hann hevði talað hetta líknilsið. Teir fóru tá frá Honum og fóru avstað. So sendu teir nakrar Farisearar og Heródingar til Hansara, fyri at teir skuldu fanga Hann í orðum. Teir komu og søgdu við Hann: ?Meistari! Vit vita, at Tú ert sannorðaður og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun, men lærir veg Guds í sannleika. Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki? Skulu vit lata ella ikki lata?? Táið Hann sá hykl teirra, segði Hann við teir: ?Hví freista tit Meg? Fáið Mær ein denar, latið Meg síggja hann!? Teir komu við honum. Hann spurdi teir: ?Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?? Teir svaraðu Honum: ?Keisarans.? Tá segði Jesus við teir: ?Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!? Og teir undraðust á Hann. Tá komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er. Teir spurdu Hann: ?Meistari! Móses hevur skrivað okkum tað boð, at táið bróðir eins mans doyr og letur konu eftir seg, men einki barn letur eftir seg, skal bróðir hansara taka konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom. Nú vóru sjey brøður. Hin fyrsti tók sær konu og læt ikki avkom eftir seg, táið hann doyði. So tók hin næsti hana, og doyði uttan at lata avkom eftir seg. Somuleiðis hin triði - og allir sjey teir lótu ikki avkom eftir seg. Seinast av teimum øllum doyði konan við. Í uppreisnini, táið tey rísa upp, hvør teirra skal tá hava hana til konu? Teir hava jú allir sjey havt hana til konu.? Jesus svaraði teimum: ?Er tað ikki tí, tit villast tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds! Tí táið tey rísa upp frá hinum deyðu, hvørki taka tey til ekta ella verða givin til ekta; nei, tey eru sum einglar í Himli. Men um hini deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebók, har sum talast um tornarunnin, hvussu Gud talaði til hansara og segði: ?Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups?? Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi! Tit villast stórliga.? Tá kom ein av hinum skriftlærdu til Hansara; hann hevði hoyrt orðaskifti teirra og skilt, at Hann svaraði teimum væl. Hann spurdi Hann: ?Hvørt boð er hitt fyrsta av øllum?? Jesus svaraði: ?Hitt fyrsta er hetta: ?Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein. Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.? Annað er hetta: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.? Størri enn hesi er einki annað boð.? Tá svaraði hin skriftlærdi Honum: ?Rætt, Meistari! Tað er satt, Tú sigur, at Hann er ein, og at eingin annar er enn Hann. Og at elska Hann av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.? Táið nú Jesus sá, at hann svaraði vitiga, segði Hann við hann: ?Tú ert ikki langt frá ríki Guds!? Og eingin vágaði sær meir at seta Honum spurningar. Meðan Jesus lærdi í templinum, tók Hann til orða og segði: ?Hvussu fáa hinir skriftlærdu sagt, at Kristus er sonur Dávid? Dávid sjálvur hevur jú sagt í Heilaga Andanum: ?Harrin segði við Harra mín: ?Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!?? Dávid sjálvur kallar Hann Harra; hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!? Og hini stóru fjøld dámdi væl at hoyra Hann. Hann segði nú, meðan Hann lærdi tey: ?Varðið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegin vilja ganga í síðum klæðum og verða heilsaðir á torgunum, og gjarna vilja sita fremstir í sýnagogunum og ovastir til borðs í veitslunum - sum eta upp húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir! Hesir skulu fáa tess harðari dóm!? Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv. Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra. Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna. Tí tey løgdu øll av yvirfióð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.? KAPITUL Jesus talar um, at Jerúsalem skal verða lagt í oyði, og um afturkomu Sína, Táið Hann nú fór út úr templinum, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: ?Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!? Jesus svaraði honum: ?Sært tú hesar stóru bygningar! Ikki skal steinur verða eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.? Táið Hann so sat á Oljufjallinum, beint yvir av templinum, spurdu Pætur, Jákup, Jóhannes og Andrias Hann einsæri: ?Sig okkum: Nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, táið alt hetta fer at ganga út?? Tá tók Jesus til orða og segði við teir: ?Síggið til, at eingin villleiðir tykkum! Mangir skulu koma í navni Mínum og siga: ?Tað eri eg!? Og teir skulu villleiða mong. Men táið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða, men endin er ikki enn. Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og jarðskjálvti skal vera víða hvar; hungur skal vera, og ófriður. Hetta eru hinir fyrstu verkirnir. Men ansið eftir tykkum sjálvum! Tey skulu geva tykkum upp til dómstólarnar, og tit skulu verða húðflongdir í sýnagogunum og førdir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum til vitnisburð. Og evangeliið má fyrst verða prædikað fyri øllum fólkasløgum. Táið tey nú leiða tykkum fram og geva tykkum upp, stúrið tá ikki frammanundan fyri, hvat tit skulu tala! Tað, sum tykkum verður givið í somu stund, skulu tit tala; tað eru jú ikki tit, ið tala, men Heilagi Andin. Bróðir skal geva upp bróður til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra. Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur. Men táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar standa, har hon ikki átti at staðið tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; tann, ið á takinum er, má ikki fara niður aftur ella fara inn eftir nøkrum úr húsi sínum; og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum. Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum! Biðið eftir, at tað skal ikki vera um veturin! Tí á teimum døgum skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið higartil, frá tí skapningurin varð til, sum Gud skapti, og sum heldur ikki skal koma. Stytti Harrin ikki teir dagar, varð einki hold frelst; men fyri hinna útvaldu skuld, sum Hann hevur útvalt, hevur Hann stytt teir dagar. Sigur tá onkur við tykkum: ?Hyggið, her er Kristus!? ella: ?Hyggið, har!? tá trúgvið tí ikki! Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu um tað var møguligt. Men tit varðið tykkum! Eg havi sagt tykkum alt frammanundan. Á teimum døgum, eftir hesa trongd, skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast. Tá skulu tey síggja Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd. Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins. Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær. Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at Hann er nær fyri durunum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent. Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga. Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin eingin uttan Faðirin. Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er. Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja so skulu tit vakja; tí tit vita ikki, nær Harri hússins kemur, um tað nú verður um kvøldið, á midnátt, um hanagal ella um morgunin - so Hann ikki, táið Hann kemur óvart, skal finna tykkum sovandi. Men tað, sum Eg sigi við tykkum, sigi Eg við øll: Vakið!? KAPITUL Jødarnir leggja upp ráð um at drepa Jesus, Hann verður salvaður, Judas lovar at svíkja Hann, Jesus etur páskalambið, Jesus í Getsemane, Hann verður svikin, Jesus fyri ráðnum, Pætur avnoktar Hann, Nú vóru tveir dagar til páskir og høgtíðina, ið rópast hini ósúrgaðu breyðini. Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann við svikum og drepa Hann. Tí teir søgdu: ?Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!? Meðan Hann tá var í Betania, inni hjá spitalska Símuni, og sat til borðs har, kom kvinna, sum hevði alabasturkrukku við reinari, ógvuliga dýrari nardussalvu; hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvd Hansara. Men har vóru nakrir, sum vórðu illir um hetta og søgdu hvør við annan: ?Hvat skuldi tað til, at spilla salvuna so burtur! Henda salva kundi jú verðið seld fyri meir enn denarar, sum kundu verðið givnir fátækum!? Og teir settu harðliga at henni. Men Jesus segði: ?Latið hana fáa frið! Hví gera tit tykkum inn á hana? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð. Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, og teimum kunnu tit gera væl ímóti, nær tit vilja; men Meg hava tit ikki altíð. Hon gjørdi tað, hon kundi; hon salvaði likam Mítt frammanundan til jarðarferðina. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin, har evangeliið verður prædikað, skal eisini tað, ið hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.? Judas Iskariot, ein av hinum tólv, fór nú til høvuðsprestarnar at geva Hann í vald teirra. Táið teir hoyrdu tað, vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening. Hann hevði nú í huga, nær best bar til at svíkja Hann. Fyrsta dagin í høgtíðini, sum rópast hini ósúrgaðu breyðini táið teir drópu páskalambið søgdu lærisveinar Hansara við Hann: ?Hvar vilt Tú, at vit skulu fara og gera Tær til reiðar at eta páskalambið?? Tá sendi Hann tveir av lærisveinum Sínum avstað og segði við teir: ?Farið inn í staðin! So skal maður ið ber vatnkrukku, møta tykkum; farið aftan á honum! Har sum hann fer inn, skulu tit siga við húsbóndan: ?Meistarin sigur: ?Hvar er herbergi Mítt, har Eg kann eta páskalambið við lærisveinum Mínum??? So skal hann vísa tykkum stóran sal, gjørdan í stand og til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera okkum tað til.? Lærisveinarnir fóru tá avstað og komu inn í staðin og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; so gjørdu teir páskalambið til. Táið so kvøldið var komið, kom Hann við hinum tólv. Meðan teir sótu til borðs og ótu, segði Jesus: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara ein, sum etur við Mær fer at svíkja Meg!? Tá vórðu teir tungir og søgdu við Hann, ein fyri og annar eftir: ?Tað er tó ikki eg?? Hann segði við teir: ?Ein av hinum tólv, hann, sum dyppar í fatið við Mær. Víst fer Menniskjasonurin burtur, sum skrivað er um Hann; men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.? Meðan teir nú ótu, tók Hann breyð, signaði og breyt tað, gav teimum tað og segði: ?Takið hetta! Hetta er likam Mítt.? So tók Hann kalik, takkaði og gav teimum hann; og teir drukku allir av honum. Og Hann segði við teir: ?Hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg skal ongantíð aftur drekka av ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg skal drekka hann nýggjan í ríki Guds.? Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. Tá segði Jesus við teir: ?Tit verða allir fyri falli; tí skrivað er: ?Eg skal sláa hirðan, og seyðurin skal spjaðast sundur.? Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea.? Tá segði Pætur við Hann: ?Um so allir verða fyri falli, skal eg tó ikki falla!? Jesus svaraði honum: ?Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag, hesa nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg!? Tá tók hann enn harðari til og segði: ?Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg als ikki avnokta Teg!? Sama søgdu teir eisini allir. Nú komu teir til garð, ið æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinar Sínar: ?Setið tykkum her, meðan Eg biði!? Hann tók Pætur, Jákup og Jóhannes við Sær; og ræðsla og svár angist kom á Hann. Hann segði tá við teir: ?Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið!? So fór Hann eitt sindur longur, kastaði Seg niður á jørðina og bað, at hesin tími skuldi fara frá Honum um tað var møguligt. Hann segði: ?Abba, Faðir! Alt er Tær møguligt tak henda kalik frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!? So kom Hann og fann teir sovandi og segði við Pætur: ?Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vakja ein tíma? Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt.? So fór Hann uppaftur burtur, bað og segði somu orð. Hann kom aftur og fann teir uppaftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra. Og teir vitstu ikki, hvat teir skuldu svara Honum. Triðju ferð kom Hann, og Hann segði við teir: ?Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Nóg mikið er! Tímin er komin; nú skal Menniskjasonurin verða givin upp í hendur syndara. Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg.? Í tí sama, meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og elstu. Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: ?Tann, ið eg kyssi, Hann er tað; takið Hann og leiðið Hann burtur í tryggari varðveitslu!? Táið hann nú kom, fór hann við tað sama yvir til Hansara og segði: ?Rabbi!? og kysti Hann. Tá løgdu teir hendur á Hann og tóku Hann. Men ein teirra, sum hjá stóðu, dró svørðið og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum. Jesus tók nú til orða og segði við teir: ?Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg var dagliga hjá tykkum í templinum og lærdi, og tit tóku Meg ikki; men hetta hendir, fyri at skriftirnar skulu ganga út.? Tá rýmdu teir allir frá Honum og flýddu. Ein einstakur ungur maður fylgdi aftan á Honum; hann hevði línklæði sveipað um bera kropp sín. Teir tóku hann; men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin. So fóru teir nú við Jesusi til høvuðsprestin; og allir høvuðsprestarnir og hinir elstu og skriftlærdu komu saman har. Pætur fylgdi Honum langt aftaná, líka inn í garð høvuðsprestsins; og hann sat hjá tænarunum og vermdi seg við eldin. Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; men teir funnu einki. Víst bóru mangir rangan vitnisburð móti Honum; men vitnisburðirnir ljóðaðu ikki líka. Tá reistust nakrir og vitnaðu rangt móti Honum; teir søgdu: ?Vit hava hoyrt Hann siga: ?Eg skal bróta niður hetta tempul, sum gjørt er við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.?? Men heldur ikki í hesum ljóðaðu vitnisburðir teirra líka. Tá reistist høvuðspresturin mitt ímillum teirra og spurdi Jesus: ?Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?? Men Hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi Hann uppaftur segði við Hann: ?Ert Tú Kristus, Sonur hins hálovaða?? Jesus svaraði: ?Eg eri tað; og tit skulu síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma við skýggjum himmalsins.? Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: ?Hvat nýtist okkum longur vitni! Tit hava hoyrt gudspottanina! Hvat halda tit?? Teir dømdu Hann allir at vera deyðasekan. Nakrir fóru nú at spýta á Hann, fjala andlit Hansara, geva Honum nevasløg og siga við Hann: ?Profetera!? Og sveinarnir tóku ímóti Honum við stavsløgum. Meðan nú Pætur var niðri í garðinum, kom ein arbeiðskona høvuðsprestsins; og táið hon sá Pætur verma seg, hugdi hon uppá hann og segði: ?Eisini tú vart við Jesusi Nazareara!? Men hann noktaði tað og segði: ?Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur!? So fór hann út í forgarðin, og hanin gól. Her fekk arbeiðskonan at síggja hann og fór aftur at siga við tey, sum stóðu har: ?Hesin er ein av teimum!? Men hann noktaði tað uppaftur. Eina løtu eftir søgdu aftur tey, sum stóðu har, við Pætur: ?So sanniliga ert tú ein av teimum! Tú ert jú eisini Galileari!? Tá fór hann at banna sær og svørja: ?Eg kenni ikki henda mann, ið tit tosa um!? Í tí sama gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi orðið í hug, sum Jesus hevði sagt við hann: ?Áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú avnokta Meg tríggjar ferðir.? Og hann skar í grát. KAPITUL Jesus fyri Pilatusi, Hann verður spottaður og krossfestur, Doyr, Verður jarðaður, Alt fyri eitt um morgunin, táið høvuðsprestarnir høvdu hildið ráð saman við hinum elstu og skriftlærdu, øllum ráðnum, bundu teir Jesus og fóru avstað við Honum og góvu Hann upp til Pilatus. Pilatus spurdi Hann tá: ?Ert Tú kongur Jødanna?? Hann svaraði honum: ?Tú sigur tað!? Og høvuðsprestarnir klagaðu Hann fyri mangt. Pilatus spurdi Hann tá aftur: ?Svarar Tú als einki? Hoyr, hvussu nógv teir klaga Teg fyri!? Men Jesus svaraði ikki meir, so Pilatus undraðist. Nú var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan um høgtíðina, hvønn tey bóðu um. Og har var ein, ið æt Barabbas; hann var settur í fangahús saman við nøkrum, ið høvdu gjørt uppreistur, og sum í uppreistrinum høvdu gjørt seg sekar í manndrápi. Fólkið kom nú niðan og fór at biðja hann um at gera fyri seg tað, sum hann altíð var vanur. Pilatus svaraði teimum: ?Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?? Tí hann dugdi at síggja, at tað var av øvund, høvuðsprestarnir høvdu givið Hann upp til hansara. Men høvuðsprestarnir østu fólkið upp at biðja um, at hann fyrr skuldi geva teimum Barabbas leysan. Tá tók Pilatus aftur til orða og segði við tey: ?Hvat vilja tit tá, eg skal gera við Hann, sum tit kalla Jødakongin?? Tey róptu aftur: ?Krossfest Hann!? Pilatus spurdi tey: ?Hvat ilt hevur Hann tá gjørt?? Men tey róptu enn harðari: ?Krossfest Hann!? Av tí at Pilatus nú vildi gera fólkinum til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav Hann upp at verða krossfestan. Tá fóru hermenninir við Honum inn í garðin tað er inn í borgina og róptu saman alla vaktina. Teir lótu Hann í purpurkappa og flættaðu tornakrúnu og settu hana á Hann. So fóru teir at heilsa Honum: ?Heilur, Jødakongurin!? Og teir slógu Hann í høvdið við rørstavi og spýttu á Hann og fullu á knæ og tilbóðu Hann. Táið teir høvdu háðað Hann, lótu teir Hann úr purpurkappanum og lótu Hann í Hansara egnu klæði. So fóru teir út við Honum at krossfesta Hann. Og teir noyddu ein at bera kross Hansara, ein, sum kom framvið, sum kom av markini, Símun úr Kýrene, faðir Aleksander og Rufus. Teir fóru so við Honum út til staðið Golgata, tað er Skallastaðin. Og teir góvu Honum vín at drekka við myrra í; men Hann tók ikki av. So krossfestu teir Hann, og teir býttu klæði Hansara og kastaðu lut um, hvat hvør skuldi fáa. Tað var um triðja tíman, teir krossfestu Hann. Yvirskriftin við tí, sum Hann var klagaður fyri, ljóðaði so: ?Kongur Jødanna.? Tveir ránsmenn krossfestu teir saman við Honum, annan høgrumegin Hann og annan vinstrumegin. Tá gekk skriftin út, sum sigur: ?Hann varð roknaður millum illgerðarmenn.? Tey, sum gingu framvið, spottaðu Hann, ristu við høvdinum og søgdu: ?Tví vorði Tær, Tú, sum brýtur niður templið og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum! Frels Teg sjálvan og kom niður av krossinum!? Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Hann sín ámillum, og eisini hinir skriftlærdu, og søgdu: ?Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa! Kristus, kongur Ísraels lat Hann nú koma niður av krossinum, so vit kunnu síggja tað og trúgva!? Eisini teir, sum krossfestir vóru við Honum, háðaðu Hann. Táið sætti tímin var komin, legðist myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman. Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: ?Elo'i, Elo'i! Lama sabaktani?? Tað er útlagt: ?Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?? Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu, táið teir hoyrdu tað: ?Hann rópar eftir Eliasi!? Men ein leyp til, fylti svamp við ediki og setti hann á rørstav, gav Honum at drekka og segði: ?Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur at taka Hann niður!? Men Jesus rópti við harðari rødd og andaðist. Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum. Men táið høvuðsmaðurin, ið hjá stóð, beint yvir av Honum, sá, at Hann andaðist á henda hátt, segði hann: ?Sanniliga var hesin maður Sonur Guds!? Har vóru eisini nakrar kvinnur, ið stóðu langt burturfrá og hugdu at; millum teirra vóru eisini Maria Magdalena og Maria, móðir yngra Jákup og Jóses, og Saloma - sum høvdu fylgt Honum og tænt Honum, táið Hann var í Galilea, og nógvar aðrar kvinnur, ið vóru farnar niðan til Jerúsalem við Honum. Við tað at kvøldið longu var komið, og tað var tilreiðingardagur tað er dagurin fyri sabbatin - kom Jósef úr Arimatea, avhildin ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði ríki Guds; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað um likam Jesusar. Tá undraðist Pilatus á, at Hann longu skuldi vera deyður; og hann rópti høvuðsmannin og spurdi hann, um tað var langt síðani, Hann doyði; táið hann hevði fingið tað at vita frá høvuðsmanninum, gav hann Jósefi líkið. Jósef keypti tá fínt línklæði, tók Hann niður, sveipaði Hann í línklæðið og legði Hann í grøv, sum høgd var inn í klett. So velti hann stein fyri gravarmunnan. Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar Hann varð lagdur. KAPITUL Uppreisn Jesusar, Hann opinberar Seg fyri fleiri, Gevur hinum ellivu boð, Táið sabbaturin var farin, keyptu Maria Magdelena, Maria, móðir Jákup, og Saloma angandi salvur til at fara og salva Hann. Og ógvuliga tíðliga um morgunin fyrsta dagin í vikuni komu tær til grøvina, táið sólin kom undan. Tær søgdu nú hvør við aðra: ?Hvør skal velta okkum steinin frá gravarmunnanum?? Men táið tær hugdu upp, fingu tær at síggja, at steinurin var veltur burtur; hann var ógvuliga stórur. Og táið tær komu inn í grøvina, sóu tær ungan mann í síðum hvítum klæðum sita høgrumegin; og tær ræddust. Men hann segði við tær: ?Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nazaret, hinum krossfesta; Hann er risin upp, Hann er ikki her; hyggið, har er staðið, har teir løgdu Hann! Men farið avstað, sigið við lærisveinar Hansara og við Pætur, at Hann fer undan tykkum til Galilea. Har skulu tit síggja Hann, sum Hann hevur sagt tykkum.? Tá fóru tær út og flýddu burtur frá grøvini; tí bivan og ræðsla var komin á tær; og tær søgdu ongum nakað, tí tær óttaðust. Men táið Hann var risin upp, árla fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist Hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, sum Hann hevði rikið sjey illar andar út úr. Hon fór og segði teimum tað, sum við Honum høvdu verið, og sum nú syrgdu og grótu. Men táið teir hoyrdu, at Hann livdi og var sæddur av henni, trúðu teir tí ikki. So opinberaðist Hann í øðrum líki fyri tveimum av teimum á vegnum, meðan teir vóru á ferð út á bygd. Eisini teir fóru og søgdu hinum tað; men heldur ikki teimum trúðu teir. Tá opinberaðist Hann fyri hinum ellivu sjálvum, meðan teir sótu til borðs; og Hann hevði at teimum fyri vantrúgv teirra og harða hjarta, at teir høvdu ikki trúð teimum, sum høvdu sæð Hann risnan upp. Og Hann segði við teir: ?Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.? So varð Harrin, eftir at Hann hevði talað við teir, tikin upp til Himmals, og Hann settist við høgru hond Guds. Men teir fóru út og prædikaðu allastaðni, og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við tekinunum, ið við fylgdu. Evangeliið eftir Matteus KAPITUL Ættartal Jesusar, Hann verður føddur, Ættartal Jesu Krists, sonar Dávids, sonar Ábrahams. Ábraham átti Ísak; Ísakur átti Jákup; Jákup átti Juda og brøður hansara; Juda átti Perez og Zera við Tamar; Perez átti Hezron; Hezron átti Ram; Ram átti Amminadab; Amminadab átti Nason; Nason átti Salmon; Salmon átti Boas við Rahab; Boas átti Obed við Rutt; Obed átti Ísai; Ísai átti Dávid kong; Dávid átti Sálomon við konu Urias; Sálomon átti Roboam; Roboam átti Abia; Abia átti Asa; Asa átti Jósafat; Jósafat átti Jóram; Jóram átti Ozias; Ozias átti Jótam; Jótam átti Akas; Akas átti Ezekias; Ezekias átti Manasse; Manasse átti Amon; Amon átti Josias; Josias átti Jekonja og brøður hansara, um ta tíðina táið herleiðingin til Bábylon fór fram. Eftir herleiðingina til Bábylon átti Jekonja Sealtiel; Sealtiel átti Zerubbabel; Zerubbabel átti Abiud; Abiud átti Eljakim; Eljakim átti Azor; Azor átti Sadok; Sadok átti Akim; Akim átti Eliud; Eliud átti Eleazar; Eleazar átti Mattan; Mattan átti Jákup; Jákup átti Jósef, mann Mariu; av henni varð Jesus føddur, Hann, sum kallast Kristus. Soleiðis eru øll ættarliðini frá Ábrahami til Dávid fjúrtan lið; frá Dávidi til herleiðingina til Bábylon fjúrtan lið; frá herleiðingini til Bábylon til Kristus fjúrtan lið. Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum. Men við tað at Jósef, maður hennara, var rættvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ætlaði hann loyniliga at skiljast frá henni. Meðan hann nú hugsaði um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: ?Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum. Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.? Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: ?Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel? sum útlagt er: ?Gud við okkum.? Táið nú Jósef var vaknaður upp úr svøvni, gjørdi hann, sum eingil Harrans hevði álagt honum, og tók til sín konu sína; men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus. KAPITUL Vísmenninir úr Eysturlondum, Flýggjanin til Egyptalands, Barnamorðið í Betlehem, Komið verður aftur úr Egyptalandi við Jesusi, Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea á døgum Heródesar kongs komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: ?Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.? Táið Heródes kongur hoyrdi hetta, kom ótti á hann og á alt Jerúsalem við honum. Og hann kallaði saman allar høvuðsprestar og skriftlærdar fólksins og spurdi teir, hvar Kristus skuldi verða føddur. Teir svaraðu honum: ?Í Betlehem í Judea; tí so er skrivað við profetinum: ?Tú Betlehem í Judalandi! Einki ert tú hin minsti av høvdingum Juda; tí úr tær skal koma høvdingi, sum skal vera hirði Ísraels, fólks Míns.?? Tá kallaði Heródes loyniliga vísmenninar til sín og fekk frá teimum gjølla at vita um tíðina, táið stjørnan hevði verið at sæð. So sendi hann teir til Betlehem og segði: ?Farið og spyrjið gjølla um barnið, og táið tit hava funnið tað, latið tá meg vita av, so eisini eg kann koma og tilbiðja tað!? Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var. Táið teir sóu stjørnuna, gleddust teir ómetaliga. Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra. Av tí at Gud nú í dreymi hevði ávarað teir um ikki at fara aftur til Heródes, fóru teir aðra leið heimaftur til land sítt. Táið teir vóru farnir avstað, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: ?Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.? Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær um náttina og fór avstað til Egyptalands; og hann varð har, inntil Heródes var deyður fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: ?Úr Egyptalandi kallaði Eg Son Mín.? Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum. Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur: ?Rødd hoyrdist í Rama, eymkan og grátur og stór sorg; Rakul græt um børn síni og vildi ikki lata seg ugga; tí tey eru ikki longur.? Men táið Heródes var deyður, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði: ?Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelsland! Tí teir eru deyðir, sum lógu barninum eftir lívinum.? Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær og kom til Ísraelsland. Men táið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Judea eftir Heródes, faðir sín, ræddist hann at fara hagar; og við tað at hann varð ávaraður av Gudi í dreymi, fór hann avstað til Galilea. Táið hann var komin hagar, búsettist hann í bygd, sum eitur Nazaret fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetunum, at Hann skuldi kallast Nazareari. KAPITUL Jóhannes prædikar og doypir, Jesus verður doyptur, Á teimum døgum steig Jóhannes doypari fram og prædikaði í oyðimørk Judea og segði: ?Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!? Hann er tann, ið Esaias profetur talar um, táið hann sigur: ?Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: ?Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!? Hesin Jóhannes hevði klæði av kamelull og leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur. Tá fór Jerúsalem út til hansara, og alt Judea og alt landið um Jordan. Og tey vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar. Men táið hann sá nógvar Farisearar og Saddukearar koma til dóp sín, segði hann við teir: ?Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur? Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! Og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: ?Vit hava jú Ábraham til faðir!? Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum. Øksin liggur longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin. Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi. Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, og Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveiti Sína inn í løðuna; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.? Tá kom Jesus úr Galilea til Jordan til Jóhannes at verða doyptur av honum. Men Jóhannes sýtti Honum tað og segði: ?Mær tørvar at verða doyptur av Tær, og Tú kemur til mín!? Tá svaraði Jesus honum: ?Lat tað nú verða gjørt! Tí soleiðis sømir okkum at fullkoma alla rættvísi.? Tá læt hann tað verða gjørt. Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann. Og rødd kom av Himli, sum segði: ?Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.? KAPITUL Jesus verður freistaður, Búsetist í Kapernaum, Byrjar at prædika, Kallar lærisveinar, Lærir og grøðir, Tá varð Jesus av Andanum leiddur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av Djevulinum. Táið Hann nú hevði fastað dagar og nætur, hungraði Hann til endan. Tá kom freistarin til Hansara og segði: ?Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!? Hann svaraði: ?Skrivað er: ?Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.?? Tá tók Djevulin Hann við sær til hin heilaga stað, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann: ?Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: ?Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, og teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.?? Jesus segði við hann: ?Uppaftur er skrivað: ?Tú mást ikki freista Harran Gud tín.?? Aftur tók Djevulin Hann við sær niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann: ?Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.? Tá segði Jesus við hann: ?Far burt, Satan! Tí skrivað er: ?Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.?? Tá fór Djevulin frá Honum, og einglar komu til Hansara og tæntu Honum. Táið Jesus frætti, at Jóhannes var settur fastur, fór Hann til Galilea. Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: ?Zebulonsland og Naftaliland fram við vatninum, hinumegin Jordan, Galilea heidninganna - fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.? Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: ?Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!? Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn. Hann segði tá við teir: ?Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!? Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum. Táið Hann haðani fór longur, sá Hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara, í bátinum við Zebedeusi, faðir teirra; teir bøttu gørn síni. Og Hann kallaði teir. Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum. Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum. Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey. Og nógv fólk fylgdi Honum úr Galilea, Dekapolis, Jerúsalem, Judea og landinum hinumegin Jordan. KAPITUL Fjallaprædikan. Táið Hann nú sá fólkið, fór Hann niðan á fjallið, og táið Hann hevði sett Seg, komu lærisveinar Hansara til Hansara. Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði: ?Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra. Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað. Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina. Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað. Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn. Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud. Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds. Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra. Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld. Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í Himli; soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum. Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tað dugir einki longur uttan at verða kastað út og traðkað niður av menniskjum. Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli! Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma. Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent. Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis. Tí Eg sigi tykkum: Er rættvísi tykkara ikki mætari enn rættvísi hinna skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis. Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: ?Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.? Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: ?Raka!?* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: ?Dári tín!? skal vera sekur til eld Helvitis. Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín kom so og ber fram gávu tína! Ver skjótur til semju við mótpart tín, meðan tú enn ert á vegnum við honum, so ikki mótparturin letur teg dómaranum í hendur, og dómarin letur teg tænaranum í hendur, og tú verður settur í fangahús! Sanniliga, sigi Eg tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað. Tit hava hoyrt, at sagt er: ?Tú mást ikki dríva hor.? Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. Um nú høgra eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti. Og um høgra hond tín freistar teg, so høgg hana av og kasta hana frá tær! Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti. Eisini er sagt: ?Tann, ið skilst frá konu síni, skal geva henni skilnaðarbræv.? Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor. Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: ?Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.? Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds; ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerúsalem, tí tað er staður hins stóra kongs; ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart. Nei, tala tykkara skal vera: ?Ja, ja, nei, nei,? og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa. Tit hava hoyrt, at sagt er: ?Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!? Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við! Vil onkur saksøkja teg og taka kyrtil tín, so lat hann fáa kappan við! Og noyðir onkur teg at ganga eina míl við sær, so gakk tvær við honum! Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki frá tí, sum vil læna frá tær! Tit hava hoyrt, at sagt er: ?Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín!? Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís. Tí um tit elska tey, sum elska tykkum, hvørja løn eiga tit fyri tað! Gera ikki eisini tollararnir tað sama! Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so! Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.? KAPITUL Framhald ?Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er. Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger - fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Men tú, táið tú biður far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð. Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann. Tí skulu tit biðja soleiðis: ?Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við! Gev okkum í dag dagliga breyð okkara! Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara. Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.? Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara. Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið, fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær. Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala! Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala! Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við. Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur hvussu stórt verður tá ikki myrkrið! Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon. Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini! Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir! Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum! Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki; men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra. Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku! Tí skulu tit ikki stúra og siga: ?Hvat skulu vit eta?? ella: ?Hvat skulu vit drekka?? ella: ?Hvat skulu vit fara í?? Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta. Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt! Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.? KAPITUL Framhald ?Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált. Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga? Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: ?Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!? tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum! Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns! Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum og venda sær og skræða tykkum sundur! Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp! Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð, ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk! Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann! Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir. Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann. Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan! Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum! Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst. Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst. Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin. Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra. Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: ?Harri, Harri!? skal koma inn í ríki Himmiríkis nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli. Mong skulu siga við Meg hin dag: ?Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!? Og tá skal Eg vitna fyri teimum: ?Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!? Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu. Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu. Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi. Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.? Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara; tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra. KAPITUL Jesus grøðir spitalskan, Drong eins høvuðsmans, Vermóður Pæturs og onnur, Talar um at fylgja Sær eftir, Stillar stormin, Rekur út illar andar úr tveimum, Táið Hann nú fór oman av fjallinum, fylgdi nógv fólk Honum. Nú kom ein spitalskur, fall niður fyri Honum og segði: ?Harri! Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.? Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: ?Eg vil; verð reinur!? Við tað sama varð hann reinsaður frá spitalsku síni. Jesus segði nú við hann: ?Síggj til, at tú ongum sigur tað! Men far og lat prestin sýna teg og ber fram gávuna, ið Móses hevur givið boð um, teimum til vitnisburð!? Táið Hann so var komin inn í Kapernaum, kom høvuðsmaður til Hansara, bað Hann og segði: ?Harri! Drongur mín liggur lamin heima við hús í svárari pínu.? Jesus segði við hann: ?Eg skal koma og grøða hann!? Høvuðsmaðurin svaraði: ?Harri! Eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Nei; sig bert orð, so verður drongur mín frískur! Eg eri jú sjálvur maður, ið standi undir øðrum, og eg havi uppaftur hermenn undir mær; sigi eg nú við ein: ?Far!? so fer hann, og við annan: ?Kom!? so kemur hann, og við tænara mín: ?Ger hetta!? so ger hann tað.? Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann og segði við tey, sum fylgdu Honum: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv nei, ikki í Ísrael heldur! Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis. Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl.? So segði Jesus við høvuðsmannin: ?Far! Tær verði, sum tú trúði!? Og drongurin varð frískur í somu stund. Táið Jesus kom inn í hús Pæturs, sá Hann, at vermóðir hansara lá og hevði fepur. Tá nam Hann við hond hennara, og hon slapp frá feprinum; og hon fór upp og borðreiddi fyri Honum. Men táið kvøldið var komið, førdu tey til Hansara mong, sum sett vóru av illum andum; og Hann rak út andarnar við orði og grøddi øll hini sjúku - fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: ?Hann tók veikleikar okkara og bar sjúkur okkara.? Táið Jesus nú sá nógv fólk rundan um Seg, beyð Hann, at yvirum skuldi verða farið. Har kom ein skriftlærdur og segði við Hann: ?Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.? Jesus svaraði honum: ?Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.? Ein annar, ein av lærisveinum Hansara, segði við Hann: ?Harri! Loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!? Men Jesus segði við hann: ?Fylg Mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!? Hann fór nú í bátin, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum. Og harður stormur varð á vatninum, so báturin fjaldist av aldunum; men Hann svav. Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: ?Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur.? Hann segði við teir: ?Hví eru tit ræddir, tit trúarveiku!? So reistist Hann og hótti vind og aldur, og blikalogn varð. Tá undraðust menninir og søgdu: ?Hvør er tó hesin, síðani bæði vindar og vatn akta Hann?? Táið Hann so var yvirum komin, til land Gadarena, møttu Honum tveir, sum vóru settir av illum andum; teir komu út úr grøvunum og vóru ógvuliga óðir, so eingin slapp fram tann vegin. Teir róptu: ?Hvat hava vit við Teg at gera, Tú Sonur Guds! Ert Tú komin higar at pína okkum, áðrenn tíð er?? Langt frá teimum lá stórt svínafylgi og át. Hinir illu andarnir bóðu Hann nú: ?Rekur Tú okkum út, so loyv okkum at fara í svínafylgið!? Hann segði við teir: ?Farið!? Tá fóru teir út og fóru í svínini. Og alt fylgið leyp út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum. Men hirðarnir flýddu og fóru inn í býin og søgdu frá øllum og hvussu gingist hevði við teimum, ið settir høvdu verið av illum andum. Tá fór allur býurin út at møta Jesusi, og táið tey sóu Hann, bóðu tey Hann fara burt av leiðum sínum. KAPITUL Jesus grøðir lamnan, Kallar Matteus, Etur við tollarum, Talar um føstu, Grøðir blóðsjúka kvinnu og vekur upp dóttur eins fyristøðumans, Hjálpir tveimum blindum og manni við illum anda, Honum tykist synd í fólkinum, Hann fór nú í bátin og fór yvirum og kom til Sín egna bý. Nú komu teir til Hansara við lamnum manni, sum lá í song. Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: ?Ver hugreystur, sonurin! Syndir tínar eru tær fyrigivnar.? Tá søgdu nakrir av hinum skriftlærdu við sær sjálvum: ?Hesin spottar Gud!? Við tað at Jesus nú sá hugsanir teirra, segði Hann: ?Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? Hvat er lættari, at siga: ?Syndir tínar eru tær fyrigivnar!? ella at siga: ?Reis teg og gakk!? Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir? segði Hann við hin lamna: ?Reis teg, tak song tína og far til hús!? Tá reistist hann og fór til hús. Táið fólkið sá hetta, óttaðust tey og prísaðu Gudi, sum hevði givið menniskjum slíkt vald. Táið Jesus haðani fór longur, sá Hann mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina. Hann segði við hann: ?Fylg Mær!? Og hann reistist og fylgdi Honum. Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara. Men táið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærisveinar Hansara: ?Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!? Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: ?Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: ?Eg vil hava miskunn og ikki offur!? Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.? Tá komu lærisveinar Jóhannesar til Hansara og søgdu: ?Hví fasta vit og Fariseararnir so nógv, og lærisveinar Tínir fasta ikki?? Jesus svaraði teimum: ?Fara brúðmenninir at syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta. Eingin setur bót av ótøvdum vaðmáli á gamalt plagg; tí bótin skræðir meiri burtur úr plagginum, og holið verður verri. Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar.? Meðan Hann talaði hetta við teir, kom ein fyristøðumaður, fall niður fyri Honum og segði: ?Dóttir mín er júst deyð; men kom, legg hond Tína á hana, so verður hon livandi!? Tá reistist Jesus og fór við honum, og lærisveinar Hansara eisini. Nú kom ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, til Hansara aftanfrá og nam við klædnafald Hansara. Tí hon segði við sær sjálvari: ?Bert eg nemi við klæði Hansara, verði eg hjálpin.? Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: ?Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg.? Og kvinnan varð grødd frá somu stund. Táið Jesus nú kom inn í hús fyristøðumansins og sá floytublásararnar og fólkahópin, ið gjørdi óljóð, segði Hann: ?Farið burtur! Gentan er ikki deyð; hon svevur.? Tá læðu tey at Honum. Men táið fólkahópurin var koyrdur út, fór Hann innar og tók í hond hennara, og gentan reistist. Hetta spurdist allastaðni har um vegir. Táið Jesus fór haðani, fylgdu eftir Honum tveir blindir, ið róptu: ?Miskunna okkum, Tú sonur Dávids!? Táið Hann so var komin til hús, komu hinir blindu til Hansara, og Jesus segði við teir: ?Trúgva tit, at Eg kann gera hetta?? Teir svaraðu Honum: ?Ja, Harri!? Tá nam Hann við eygu teirra og segði: ?Tykkum verði eftir trúgv tykkara!? Og eygu teirra lótust upp. Jesus beyð teimum nú strangliga og segði: ?Síggið til, at eingin fær tað at vita!? Men teir fóru avstað og bóru tíðindini um Hann út um alt landið har um vegir. Táið nú hesir fóru, førdu tey til Hansara stumman mann, ið settur var av illum anda. Táið hin illi andin var rikin út, talaði hin stummi. Og fólkið undraðist og segði: ?Aldri hevur slíkt verið sætt í Ísrael!? Men Fariseararnir søgdu: ?Tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!? Jesus ferðaðist nú um í øllum støðum og bygdum, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og hvønn veikleika. Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur. Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: ?Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir. Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!? KAPITUL Jesus sendir út hinar tólv ápostlarnar. Hann kallaði nú hinar tólv lærisveinar Sínar til Sín og gav teimum vald yvir óreinum andum, at reka teir út, og at grøða hvørja sjúku og hvønn veikleika. Hetta eru nøvn hinna tólv ápostla: Fyrstur Símun, sum kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara; Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir hansara; Filip og Bartolomeus, Tummas og Matteus tollari; Jákup, sonur Alfeus, og Lebbeus, sum eisini hevði navnið Taddeus; Símun Kánaneari og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann. Hesar tólv sendi Jesus út og beyð teimum: ?Takið ikki leiðina út til heidningarnar, og farið ikki inn í nakran bý Samverja! Nei, farið heldur til hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels! Og sum tit ferðast fram, skulu tit prædika og siga: ?Ríki Himmiríkis er komið nær.? Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki. Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara, ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur. Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani! Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí! Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara. Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Sodoma- og Gomorralandi skal gangast frægari dómsdagin enn tí býi. Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! Verið tí klókir sum ormar og einfaldir sum dúvur! Men varðið tykkum fyri menniskjunum! Tí tey fara at geva tykkum upp til dómstólar og húðfleingja tykkum, í sýnagogum sínum; tit skulu verða leiddir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum og heidningunum til vitnisburð. Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit skulu tala. Tað eru jú ikki tit, ið tala, nei, tað er Andi Faðirs tykkara, sum talar í tykkum. Bróðir skal geva bróður upp til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra. Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út inntil endan, skal verða frelstur. Táið tey nú liggja eftir tykkum í einum býi, so flýggið til ein annan! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu ikki verða lidnir við býir Ísraels, áðrenn Menniskjasonurin kemur. Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; ei heldur er tænarin yvir harra sínum. Tað er lærisveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og tað er tænaranum nóg mikið, at hann verður sum harri hansara. Hava tey kallað húsbóndan Be'elzebul, hvussu mikið meiri tá ikki húsfólk Hansara! Tit mugu tí ikki ræðast tey. Tí einki er dult, sum skal ikki verða opinberað, og einki er loynt, sum skal ikki verða kunnigt. Tað, sum Eg sigi tykkum í myrkrinum, talið tað í ljósinum, og tað, sum tykkum verður lýtt í oyrað, prædikið tað uppi á tekjunum! Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti! Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil. Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald. Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar. Hvør tann, sum tí kennist við Meg fyri menniskjum, hann skal eisini Eg kennast við fyri Faðir Mínum, sum er í Himli. Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðir Mínum, sum er í Himli. Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði. Tí Eg eri komin at volda ósemju millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara. Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara. Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí. Tann, sum tekur ímóti tykkum, tekur ímóti Mær; tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, sum sendi Meg. Tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. Tann, ið gevur einum av hesum smáu bert bikar av køldum vatni at drekka, tí hann er lærisveinur sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal als ikki missa løn sína!? KAPITUL Jesus vitnar um Seg og Jóhannes doypara, Revsar fólkið fyri vantrúgv, Prísar frelsuráði Faðirs Síns, Býður hinum líðandi til Sín, Táið so Jesus var liðugur at geva hinum tólv lærisveinum Sínum hesi boð, fór Hann haðani út at læra og prædika í býum teirra. Táið nú Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, sendi hann boð við lærisveinum sínum og læt siga við Hann: ?Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?? Jesus svaraði teimum: ?Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hoyra og síggja: Blind síggja, og lamin ganga; spitølsk verða reinsað, og deyv hoyra; deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum og sælur er tann, ið ikki tekur sær ilt av Mær!? Táið nú teir fóru avstað, tók Jesus at tala til fólkið um Jóhannes: ?Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Rør, ið sveiggjar fyri vindinum? Ella hvat fóru tit út at síggja? Mann í fínum klæðum? Teir, sum ganga fínt klæddir, eru í kongahøllunum. Ella hvat fóru tit út at síggja? Profet? Ja, sigi Eg tykkum: Og meir enn profet! Tí hann er tann, ið skrivað er um: ?Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær veg Tín til reiðar.? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Størri enn Jóhannes doypari er eingin stigin fram millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Himmiríkis er størri enn hann. Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi, við at nýta vald skræða menn tað til sín. Tí allir profetarnir og lógin hava profeterað líka til Jóhannes; og vilja tit taka við tí -: Hann er Elias, ið koma skal. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri! Men hvat skal Eg líkna hesa ætt við? Hon líkist børnum, ið sita á torgunum og rópa til onnur børn: ?Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki! Vit sungu sorgarsongir, og tit grótu ikki!? Tí Jóhannes kom hann hvørki át ella drakk og tey siga: ?Hann hevur illan anda!? Menniskjasonurin kom Hann etur og drekkur og tey siga: ?Hygg átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!? Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum.? Tá fór Hann at revsa býirnar, har flestu kraftargerðir Hansara vóru gjørdar, tí teir høvdu ikki vent við: ?Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við í sekki og øsku. Tó, Eg sigi tykkum: Týrus og Sidon skal gangast frægari dómsdagin enn tykkum. Og tú, Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tær, gjørdar í Sodoma, hevði tað staðið til henda dag. Tó, Eg sigi tykkum: Sodomalandi skal gangast frægari dómsdagin enn tær.? Á teirri tíð tók Jesus til orða og segði: ?Eg prísi Tær, Faðir, harri himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi. Alt er litið Mær upp í hendur av Faðir Mínum; eingin kennir Sonin uttan Faðirin, ei heldur kennir nakar Faðirin uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann. Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.? KAPITUL Lærisveinarnir slíta øks sabbat, Jesus grøðir mann við visnari hond, Eisini mong onnur, Rekur út illan anda og verjir Seg, Talar um tekin Jónasar, Um, hvørji ið eru næstingar Hansara, Um ta tíðina gekk Jesus gjøgnum akur sabbat, og lærisveinar Hansara vóru svangir og fóru at slíta øks og eta. Táið Fariseararnir sóu tað, søgdu teir við Hann: ?Hygg, lærisveinar Tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat!? Hann svaraði teimum: ?Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, og teir, ið við honum vóru hvussu hann fór inn í hús Guds og át sýnisbreyðini, sum ikki hann hevði loyvi at eta, ei heldur teir, ið við honum vóru, men prestarnir eina? Ella hava tit ikki lisið í lógini, at prestarnir sabbat vanhalga sabbatin í templinum og eru tó ikki sekir? Men Eg sigi tykkum, at her er tað, sum størri er enn templið. Men høvdu tit vitað, hvat hetta er: ?Eg vil hava miskunn og ikki offur,? so høvdu tit ikki dómfelt teir, ið sakleysir eru. Tí Menniskjasonurin er harri sabbatsins.? So fór Hann haðani og kom inn í sýnagogu teirra. Har var maður, ið hevði visna hond. Teir spurdu Hann nú: ?Er loyviligt at grøða sabbat?? fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri. Tá segði Hann við teir: ?Um onkur tykkara eigur seyð, sum sabbat dettur í eina grøv hvør er hann, sum tá ikki tekur í hann og dregur hann uppúr aftur! Hvussu mangan meir er nú ikki menniskja enn seyður! Tí er loyviligt at gera væl sabbat.? So segði Hann við mannin: ?Rætt út hondina!? Hann rætti hana út, og hon varð frísk aftur sum hin. Tá fóru Fariseararnir út og løgdu saman ráð móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum. Men táið Jesus fekk hetta at vita, fór Hann burtur haðani. Og mong fylgdu Honum, og Hann grøddi tey øll. Men Hann beyð teimum strangliga ikki at gera Hann kendan fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: ?Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt. Hann skal ikki træta og ikki rópa, og eingin skal hoyra mál Hansara á gøtunum. Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur. Til navn Hansara skulu heidningarnir seta vón sína.? Nú varð ein, ið settur var av illum anda, og sum var blindur og stummur, leiddur til Hansara; og Hann grøddi hann, so hin stummi talaði og sá. Tá stóð alt fólkið ovfarið og segði: ?Man tað vera so, at hetta er Dávidssonurin?? Men táið Fariseararnir hoyrdu hetta, søgdu teir: ?Tað er bert við Be'elzebul, høvdinga hinna illu anda, hesin rekur út illar andar!? Men Jesus, sum vitsti, hvat teir hugsaðu, segði við teir: ?Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur. Um nú Satan rekur út Satan, er hann komin í stríð við seg sjálvan; hvussu verður ríki hansara tá standandi! Reki Eg nú út hinar illu andar við Be'elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara. Men reki Eg út hinar illu andar við Anda Guds, er jú ríki Guds komið til tykkara. Ella hvussu kann nakar fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka! Tá kann hann ræna hús hansara. Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær; og tann, ið ikki savnar við Mær, skilir sundur. Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um onkur talar orð móti Menniskjasyninum tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi. Latið annaðhvørt træið vera gott og ávøkst tess góðan, ella latið træið vera ringt og ávøkst tess ringan! Tí av ávøkstinum kennist træið. Ormaavkom! Hvussu kunnu tit tala gott, tit, sum eru óndir! Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av. Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið tað hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til. Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala. Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.? Tá tóku nakrir av hinum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við Hann: ?Meistari! Okkum hevði dámt at sæð tekin frá Tær.? Men Hann svaraði teimum: ?Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar profets. Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar. Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum og hyggið, her er meir enn Jónas! Drotningin úr Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons og hyggið, her er meir enn Sálomon! Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu, men finnur hana ikki. Tá sigur hann: ?Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.? Og táið hann kemur hagar, sær hann, at tað stendur tómt og er sópað og prýtt. Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, ið verri eru enn hann sjálvur; táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har, og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra. So skal eisini gangast hesi óndu ætt.? Meðan Hann enn talaði til fólkið, stóðu móðir og brøður Hansara uttanfyri og vildu tosa við Hann. Ein segði nú við Hann: ?Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!? Men Hann svaraði honum, ið bar Honum hesi boð: ?Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?? Og Hann rætti út hondina yvir lærisveinar Sínar og segði: ?Hygg, her er móðir Mín, og her eru brøður Mínir! Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín.? KAPITUL Líknilsini um sáðmannin, illgrasið, sinopskornið, súrdeiggið, skattin, perluna og nótina, Jesus verður vanvirdur í Nazaret, Sama dagin fór Jesus frá húsum og settist við vatnið. Tá savnaðist nógv fólk um Hann. Tí fór Hann í bát og settist har, og alt fólkið stóð inni á landi. Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: ?Sáðmaður fór út at sáa. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt. Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað. Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!? Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: ?Hví talar Tú til teirra í líknilsum?? Hann svaraði: ?Tí tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið. Tí honum, ið hevur, skal verða givið, so hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. Tí tali Eg til teirra í líknilsum av tí at tey við síggjandi eygum einki síggja og við hoyrandi oyrum einki hoyra, ei heldur fata. Soleiðis verður tað, sum Esaias profeteraði, uppfylt á teimum táið hann sigur: ?Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja. Tí hjartað í hesum fólki er vorðið hart; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.? Men sæl eru eygu tykkara, tí tey síggja, og oyru tykkara, tí tey hoyra. Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, sum tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, sum tit hoyra, og hoyrdu tað ikki. So hoyrið tit nú líknilsið um sáðmannin! Táið onkur hoyrir orðið um ríkið og fatar tað ikki, kemur hin óndi og rívur burt tað, sum sáað var í hjarta hansara; hesin er tað, sum sáað varð við vegin. Tað, sum sáað varð í gaddajørð, er tann, ið hoyrir orðið og alt fyri eitt tekur við tí við gleði. Men hann hevur ikki rót í sær og heldur út bert eina tíð; táið so trongd og atsókn kemur fyri orðsins skuld, verður hann fyri falli við tað sama. Tað, sum sáað varð millum tornir, er tann, ið hoyrir orðið, men tímilig stúran og svikaliga lokkan ríkdómsins køvir tað, so tað ongan ávøkst ber. Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan.? Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: ?Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína. Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur. Táið nú sáðið vaks upp og bar grøði, kom eisini illgrasið til sjóndar. Tænarar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: ?Harri! Sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgrasið?? Hann svaraði teimum: ?Tað hevur ein fíggindi gjørt.? Tænararnir søgdu við hann: ?Vilt tú tá, at vit skulu fara og sanka tað saman?? Men hann segði: ?Nei; tí tá kunnu tit koma at slíta upp hveitina við, saman við illgrasinum, táið tit sanka tað saman. Latið bæði vaksa saman til heystar! Táið so akurin skal skerast, skal eg siga við teir, ið skera hann: Sankið fyrst illgrasið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men savnið hveitina inn í løðu mína!?? Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: ?Ríki Himmiríkis er líkt sinopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína. Víst er tað minni enn alt annað fræ; men táið tað veksur upp, er tað størri enn urtirnar og verður træ, so fuglar himmalsins koma og byggja reiður í greinum tess.? Annað líknilsi talaði Hann til teirra: ?Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.? Alt hetta talaði Jesus í líknilsum til fólkið, og uttan líknilsi talaði Hann einki til teirra - fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: ?Eg skal lata upp munnin í líknilsum, eg skal bera fram tað, ið dult hevur verið, frá tí heimurin varð grundaður.? So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: ?Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!? Hann svaraði: ?Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er Menniskjasonurin; veltan er heimurin, hitt góða sáðið er børn ríkisins; men illgrasið er børn hins ónda; fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar. Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda. Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir fall, og tey, sum gera órætt. Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl. Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri! Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina. Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum. Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana. Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum. Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu. Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu og kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl. Hava tit fatað alt hetta?? Teir svaraðu Honum: ?Ja.? Tá segði Hann við teir: ?Tí er hvør skriftlærdur, sum upplærdur er til ríki Himmiríkis, líkur húsbónda, ið tekur fram nýtt og gamalt av tí, hann hevur.? Táið Jesus hevði sett fram øll hesi líknilsi, fór Hann avstað haðani. Hann kom nú til heimbygd Sína og lærdi tey í sýnagogu teirra, so at tey vórðu ovfarin og søgdu: ?Hvaðani hevur Hann henda vísdóm? Og hvussu kann Hann gera slíkar kraftargerðir? Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas! Og systrar Hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum! Hvaðani hevur Hann tá alt hetta?? So tóku tey sær ilt av Honum. Men Jesus segði við tey: ?Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði og í sínum egna húsi.? Og Hann gjørdi ikki mangar kraftargerðir har; tí tey trúðu ikki. KAPITUL Heródes og Jóhannes doypari, Jesus mettar menn, Gongur á vatninum, Grøðir sjúk, Um hesa tíðina frætti Heródes fjórðingshøvdingi tíðindini um Jesus. Tá segði hann við tænarar sínar: ?Hatta er Jóhannes doypari! Hann er risin upp frá hinum deyðu; tí virka hesar kreftir í honum.? Tí Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann í fangahús. Tað komst av Heródias, konu Filip, bróður hansara. Tí Jóhannes hevði sagt við hann: ?Tú hevur ikki loyvi at hava hana.? Og hann hevði fegin viljað dripið hann; men hann ræddist fólkið; tí tey hildu hann vera profet. Men táið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródias fyri teimum, og Heródesi líktist so væl á hana, at hann við eiði lovaði at geva henni, hvat hon so vildi hava. Og av tí at móðir hennara fekk hana til tað, segði hon tá: ?Gev mær higar høvd Jóhannesar doypara á fati!? Tá varð kongurin illa við; men av tí at hann hevði svorið, og gestirnir høvdu hoyrt, beyð hann, at tað skuldi verða henni givið. Hann sendi so menn sínar avstað og læt Jóhannes hálshøgga í fangahúsinum. Høvd hansara varð tá borið fram á fati og givið gentuni, og hon bar móður síni tað. Lærisveinar hansara komu nú og tóku líkið og jarðaðu tað; síðani fóru teir og søgdu Jesusi frá hesum. Táið Jesus hoyrdi tað, fór Hann í báti burt haðani til oyðið stað fyri Seg sjálvan; men táið fólkið fekk hetta at hoyra, fóru tey til gongu aftan á Honum úr bygdunum. Táið Hann kom á land, sá Hann tí nógv fólk har; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, og Hann grøddi tey av teimum, sum sjúk vóru. Men táið kvøldið var komið, fóru lærisveinarnir tíl Hansara og søgdu: ?Staðið her er oyðið, og tað seinkar; lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og keypa sær mat!? Jesus segði við teir: ?Teimum nýtist ikki at fara avstað; gevið tit teimum at eta!? Teir svaraðu Honum: ?Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar!? Men Hann segði: ?Fáið Mær tað higar!? So beyð Hann, at fólkið skuldi seta seg niður í grasið. Og Hann tók hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði. So breyt Hann breyðini og gav lærisveinunum tey, og lærisveinarnir góvu fólkinum tey. Tey ótu nú øll og vórðu mett. Síðani savnaðu teir saman avlopið av bitunum, tólv fullar kurvar. Teir, sum etið høvdu, vóru um menn umframt kvinnur og børn. Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan Sær yvir um aftur vatnið, meðan Hann læt fólkið fara. Táið Hann hevði latið fólkið fara, fór Hann niðan á fjallið fyri Seg sjálvan at biðja, og táið seint var vorðið, var Hann har einsamallur. Báturin var tá longu mitt úti á vatninum og var illa staddur av bylgjunum; tí andróður var. Í fjórðu náttarvøku kom nú Jesus til teirra, gangandi á vatninum. Táið lærisveinarnir sóu Hann ganga á vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: ?Hatta er spøkilsi!? og róptu av ræðslu. Men alt fyri eitt talaði Jesus til teirra; Hann segði: ?Verið hugreystir, tað eri Eg óttist ikki!? Tá svaraði Pætur Honum: ?Harri, er tað Tú, so sig við meg, at eg skal koma til Tín á vatninum!? Hann segði: ?Kom!? Tá steig Pætur út úr bátinum og gekk á vatninum fyri at koma til Jesus. Men táið hann sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur, og táið hann nú fór at søkka, rópti hann: ?Harri, frels meg!? Alt fyri eitt rætti Jesus út hondina og tók í hann, og Hann segði við hann: ?Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?? Táið teir vóru komnir inn aftur í bátin, makaði hann vindin. Men teir, sum á bátinum vóru, fullu niður fyri Honum og søgdu: ?Sanniliga ert Tú Sonur Guds!? Táið teir vóru komnir yvirum, løgdu teir at landi í Genezaret. Táið fólkið har á staðnum nú kendi Hann aftur, sendu tey boð allastaðni har á leið, og tey komu til Hansara við øllum hinum sjúku. Og tey bóðu Hann um bert at sleppa at nema við faldin á klæðum Hansara; og øll, sum numu við Hann, vórðu grødd. KAPITUL Jesus revsar Fariseararnar fyri hykl, Hin kánaneiska kvinnan, Hann grøðir mong og mettar menn, Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: ?Hví bróta lærisveinar Tínir viðtøku hinna gomlu? Teir vaska sær jú ikki um hendurnar, táið teir fara at eta.? Hann svaraði teimum: ?Hví bróta tit sjálvir boð Guds við viðtøkum tykkara? Gud gav jú hetta boð: ?Ær faðir tín og móður tína!? og: ?Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.? Men tit siga: ?Tann, ið sigur við faðir ella móður: ?Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, lati eg sum tempulgávu!? er ikki bundin at æra faðir sín ella móður sína.? Soleiðis hava tit gjørt lóg Guds til einkis við viðtøkum tykkara. Hyklarar tykkara! Beint profeteraði Esaias um tykkum, táið Hann segði: ?Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær. Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.?? Hann kallaði nú fólkið til Sín og segði við tey: ?Hoyrið og fatið! Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.? Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: ?Veitst Tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av hasum orði, ið teir hoyrdu?? Hann svaraði: ?Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót. Latið teir fara! Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina.? Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: ?Útlegg okkum hatta líknilsið!? Hann segði: ?Fata eisini tit so lítið enn? Skilja tit ikki, at alt tað, sum inn fer í munnin, fer í magan og verður leitt út hin náttúrliga vegin? Men tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint. Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan. Hetta er tað, sum ger menniskjað óreint; men at eta við óvaskaðum hondum ger ikki menniskjað óreint.? Jesus fór so haðani og kom Sær burtur til landið við Týrus og Sidon. Tá kom kánaneisk kvinna haðani av leið; hon rópti: ?Harri, sonur Dávids, miskunna mær! Dóttir mín verður svárt plágað av illum anda.? Men Hann svaraði henni ikki orð. Tá komu lærisveinarnir til Hansara og bóðu Hann: ?Slepp Tær frá henni, tí hon rópar eftir okkum!? Hann svaraði: ?Eg eri ikki sendur út til onnur enn hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels.? Men hon kom, fall niður fyri Honum og segði: ?Harri, hjálp mær!? Tá svaraði Hann: ?Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og kasta tað fyri hinar smáu hundar.? Men hon segði: ?Tað er satt, Harri! Men hinir smáu hundar eta jú av molunum, ið falla niður av borði harra teirra!? Tá svaraði Jesus henni: ?Kvinna! Trúgv tín er stór; tær verði sum tú vilt!? Og dóttir hennara varð grødd frá somu stund. Jesus fór nú burtur haðani og kom til vatnið í Galilea. Hann fór niðan á fjallið og settist har. Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey - so at fólkið undraðist, táið tey sóu, at stumm talaðu, kryplar vórðu grøddir, lamin gingu, og blind sóu; og tey prísaðu Gudi Ísraels. Men Jesus kallaði til Sín lærisveinar Sínar og segði: ?Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tey hava longu verið her hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Og lata tey fara fastandi frá Mær vil Eg ikki, fyri at tey skulu ikki fáa maktarloysi á vegnum.? Lærisveinarnir søgdu við Hann: ?Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta hetta nógva fólk!? Jesus segði við teir: ?Hvussu mong breyð hava tit?? Teir svaraðu: ?Sjey, og so nakrar fáar smáfiskar.? Tá beyð Hann fólkinum, at tað skuldi seta seg niður á jørðina. So tók Hann hini sjey breyðini og fiskarnar, takkaði og breyt tey og fekk lærisveinunum; og lærisveinarnir góvu fólkinum. Og tey ótu øll og vórðu mett. Síðani savnaðu teir saman avlopið av bitunum, sjey fullar kurvar. Tey, sum etið høvdu, vóru menn, umframt kvinnur og børn. Og táið Hann hevði latið fólkið fara, fór Hann í bátin og kom til landið við Magadan. KAPITUL Jesus revsar Fariseararnar og Saddukeararnar og biður lærisveinarnar varða seg fyri teimum, Pætur játtar Jesus sum Kristus, Jesus talar um líðingar Sínar og afturkomu Sína, Nú komu Fariseararnir og Saddukeararnir og freistaðu Hann og bóðu Hann lata seg fáa at síggja tekin av Himli. Men Hann svaraði teimum: ?Um kvøldið siga tit: ?Veðrið verður gott; tí himmalin er reyður!? og um morgunin: ?Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur.? Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða! Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men einki tekin skal verða henni givið uttan tekin Jónasar.? So fór Hann frá teimum og fór avstað. Táið lærisveinar Hansara vóru komnir yvirum, høvdu teir gloymt at taka breyð við. Jesus segði við teir: ?Síggið til, at tit varða tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!? Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: ?Tað er, tí vit hava ikki tikið breyð við!? Men táið Jesus varð varur við hetta, segði Hann: ?Tit trúarveiku! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um, at tit hava ikki tikið breyð við? Skilja tit ikki enn, og minnast tit ikki hini fimm breyðini til hinar og hvussu mangar kurvar tit tá fingu, heldur ikki hini sjey breyðini til hinar og hvussu mangar kurvar tit tá fingu? Hvussu ber tað tá til, at tit skilja ikki, at tað var ikki um breyð, Eg segði hatta við tykkum? Men varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!? Tá skiltu teir, at Hann hevði ikki tosað um, at teir skuldu varða seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna. Táið Jesus var komin til landið við Kesarea Filippi, spurdi Hann lærisveinar Sínar: ?Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?? Teir svaraðu: ?Summi Jóhannes doypara, summi Elias, onnur Jeremias ella ein av profetunum.? Hann segði við teir: ?Men tit, hvønn siga tit Meg vera?? Símun Pætur svaraði: ?Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!? Tá svaraði Jesus honum: ?Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli. So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni. Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.? Tá álegði Hann lærisveinum Sínum, at teir máttu ongum siga, at Hann var Kristus. Frá teirri tíð byrjaði Jesus at gera lærisveinum Sínum kunnigt, at Hann skuldi fara til Jerúsalem og líða nógv av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin. Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum og segði: ?Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!? Men Hann vendi Sær á og segði við Pætur: ?Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!? Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: ?Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær. Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað. Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað vinnur allan heimin, men má lata sál sína afturfyri! Ella hvat kann menniskja geva aftur fyri sál sína! Menniskjasonurin skal koma í dýrd Faðirs Síns við einglum Sínum; og tá skal Hann lata ein og hvønn fáa aftur eftir atburði hansara. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja Menniskjasonin koma í ríki Sínum.? KAPITUL Jesus umbroytist á fjallinum, Talar um Elias, Grøðir niðurfalssjúkan drong, Talar um deyða Sín og uppreisn Sína, Rindar tempulskattin, Seks dagar eftir hetta tók Jesus Pætur og Jákup og bróður hansara Jóhannes við Sær og fór við teimum niðan á høgt fjall, har teir vóru fyri seg sjálvar. Hann fekk tá aðra útsjónd fyri teimum; andlit Hansara skein sum sólin, og klæði Hansara vórðu hvít sum ljósið. Og Móses og Elias vístu seg fyri teimum og talaðu við Hann. Tá tók Pætur til orða og segði við Jesus: ?Harri, her er okkum gott at vera! Vilt Tú, so skal eg her gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein.? Meðan hann enn talaði, kom lýsandi skýggj og skuggaði yvir teir; og úr skýnum hoyrdist rødd, ið segði: ?Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til hoyrið Hann!? Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir niður á andlit síni í stórari ræðslu. Men Jesus kom til teirra, nam við teir og segði: ?Reisið tykkum, óttist ikki!? Og táið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina. Meðan teir nú gingu oman aftur av fjallinum, álegði Jesus teimum hetta: ?Talið ongan við um hesa sjón, fyrrenn Menniskjasonurin er risin upp frá hinum deyðu!? Tá spurdu lærisveinarnir Hann: ?Hvat er tá tað, ið hinir skriftlærdu siga, at Elias eigur at koma fyrst?? Hann svaraði: ?Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag; men Eg sigi tykkum, at Elias er longu komin, og teir vildu ikki vita av honum, men gjørdu við hann alt, ið teir vildu. Soleiðis skal eisini Menniskjasonurin líða av teimum.? Tá skiltu lærisveinarnir, at tað var um Jóhannes doypara, Hann talaði við teir. Táið teir so komu til fólkið, kom maður til Hansara, fall á knæ fyri Honum og segði: ?Harri! Miskunna syni mínum! Hann hevur niðurfalssjúku og pínist svárliga; ofta dettur hann í eld, og ofta í vatn. Og eg kom við honum til lærisveinar Tínar; men teir kundu ikki grøða hann.? Tá svaraði Jesus: ?Tú vantrúna og rangvørga ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum? Fáið Mær hann higar!? Og Jesus talaði harðliga til hansara; tá fór hin illi andin út úr honum, og drongurin varð grøddur frá somu stund. Tá fóru lærisveinarnir til Jesus avsíðis og søgdu: ?Hví kundu vit ikki reka hann út?? Hann svaraði teimum: ?Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: ?Flyt teg hiðani og hagar!? og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt. Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu.? Meðan teir nú ferðaðust saman í Galilea, segði Jesus við teir: ?Menniskjasonurin skal verða givin menniskjum í hendur; og tey skulu drepa Hann; men triðja dagin skal Hann rísa upp aftur.? Tá vórðu teir ógvuliga tungir. Táið teir komu til Kapernaum, komu teir, sum kravdu tempulskattin, til Pætur og søgdu: ?Letur meistari tykkara ikki skattin?? Hann svaraði: ?Jú!? Táið hann kom til hús, var Jesus hin fyrri og segði: ?Hvat tykir tær, Símun? Frá hvørjum taka kongarnir á jørðiní toll ella skatt, frá sonum sínum ella frá hinum fremmandu?? Hann svaraði: ?Frá hinum fremmandu.? Tá segði Jesus: ?So eru jú synirnir fríir! Men fyri at vit skulu ikki verða teimum til ástoyt, so far oman at vatninum og kasta út ongul, og tak fyrsta fisk, ið á kemur! Táið tú letur sundur munn hansara, skalt tú finna stater; tak hann og gev teimum hann fyri Meg og teg!? KAPITUL Jesus talar um eyðmjúkleika og um tað, sum er til ástoyt, Um, táið bróðir syndar, Um bøn, Um at fyrigeva, Hin skuldarbundni tænarin, Í somu stund komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: ?Hvør er nú hin størsti í ríki Himmiríkis?? Tá rópti Hann lítið barn til Sín, læt tað standa mitt ímillum teirra og segði: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis. Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis. Og tann, sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær. Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins. Vei heiminum fyri tað, sum voldir fall! Tí víst er tað so, at tað, sum voldir fall, má koma; men vei tí menniskja, sum tað, ið voldir fall, kemur við! Um hond ella fótur tín freistar teg, so høgg tað av og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara lamin ella krypil inn til lívið enn at hava tvær hendur og tveir føtur og verða kastaður í hin æviga eld. Og um eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara einoygdur inn til lívið enn at hava tvey eygu og verða kastaður í eld Helvitis. Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er. Tí Menniskjasonurin er komin at frelsa tað, sum fortapt var. Hvat halda tit? Um maður eigur seyðir, og ein teirra villist burtur, fer hann tá ikki frá hinum og fer í fjøllini at leita eftir honum, ið burtvilstur er! Og hendir tað, at hann finnur hann sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann er glaðari um hann enn um hinar ið ikki viltust burtur. Soleiðis er tað ikki vilji Faðirs tykkara, sum í Himli er, at so mikið sum eitt av hesum smáu skal fortapast. Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín. Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at ?hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna?! Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt, ið tit binda á jørðini, skal vera bundið í Himli; og alt, ið tit loysa á jørðini, skal vera loyst í Himli. Uppaftur sigi Eg tykkum: verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt veri, hvat tað vera má tað skal verða teimum givið av Faðir Mínum, sum í Himli er. Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.? Tá steig Pætur fram og segði við Hann: ?Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?? Jesus svaraði honum: ?Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir. Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar. Og táið hann fór at gera upp, varð ein, ið skyldaði talentir, førdur fram fyri hann. Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi. Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: ?Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!? Tá tykti harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: ?Rinda tað, ið tú skyldar!? Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: ?Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!? Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði. Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var. Tá kallaði harri hansara hann fyri seg og segði við hann: ?Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg. Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!? Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum. Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.? KAPITUL Jesus talar um hjúnaband, Signar børn, Hin ríki ungi maðurin, Jesus talar um at fylgja Sær, Táið Jesus hevði endað hesa talu, fór Hann úr Galilea og kom til landið hinumegin Jordan, sum hoyrir til Judea. Og nógv fólk fylgdi Honum, og Hann grøddi tey har. Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: ?Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?? Hann svaraði: ?Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu og segði: ?Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!? So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.? Tá søgdu teir við Hann: ?Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?? Hann svaraði teimum: ?Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so. Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.? Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: ?Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!? Hann svaraði teimum: ?Ikki øll fata hetta orð, nei, bert tey, sum tað er givið. Tí geldingar eru, sum eru føddir so úr móðurlívi; geldingar eru, sum eru geldir av menniskjum; og geldingar eru, sum hava gelt seg sjálvar fyri Himmiríkis ríkis skuld. Tann, ið kann fata hetta orð, hann fati tað!? Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey og biðja; men lærisveinarnir høvdu at teimum. Tá segði Jesus: ?Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.? So legði Hann hendurnar á tey og fór haðani. Tá kom ein til Hansara og segði: ?Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?? Hann segði við hann: ?Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!? Hann spurdi: ?Hvørji?? Jesus svaraði: ??Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð?; ?ær faðir tín og móður tína!? og: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.?? Hin ungi maðurin segði við Hann: ?Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?? Jesus svaraði honum: ?Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!? Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur. Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis. Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!? Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, vórðu teir ógvuliga slignir av ótta og søgdu: ?Hvør kann tá verða frelstur!? Men Jesus hugdi uppá teir og segði við teir: ?Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.? Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: ?Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær hvat skulu vit tá fáa?? Jesus segði við teir: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Í endurføðingini, táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels. Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív. Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst.? KAPITUL Arbeiðsmenninir í víngarðinum, Jesus talar um deyða Sín og uppreisn Sína, Revsar synir Zebedeus og áminnir um eyðmjúkleika, Gevur tveimum blindum sjón, ?Tí ríki Himmiríkis er líkt húsbónda, ið fór út árla á morgni at biðja sær arbeiðsmenn í víngarð sín. Og táið hann var komin ásamt við arbeiðsmenninar um denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. Táið hann nú fór út um triðja tíman, sá hann aðrar standa fyri einki á torginum. Hann segði við teir: ?Farið eisini tit út í víngarðin, og eg skal lata tykkum fáa tað, ið rætt er!? Teir fóru tá. Aftur fór hann út um sætta og níggjunda tíman og gjørdi tað sama. Og um ellivta tíman fór hann út og fann aðrar standandi har; hann segði tá við teir: ?Hví standa tit her fyri einki allan dagin?? Teir svaraðu honum: ?Tí eingin hevur biðið okkum.? Hann segði við teir: ?Farið eisini tit út í víngarðin!? Táið so kvøldið var komið, segði víngarðsharrin við arbeiðsformann sín: ?Rópa arbeiðsmenninar inn og lat teir fáa lønina! Byrja við hinum síðstu, og enda við hinum fyrstu!? Teir, ið vóru bidnir um ellivta tíman, komu so, og fingu denar hvør. Táið tá hinir fyrstu komu, hugsaðu teir, at teir fóru at fáa meir; men eisini teir fingu denar hvør. Táið teir fingu hann, knarraðu teir móti húsbóndanum og søgdu: ?Hesir síðstu hava ikki arbeitt meir enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum hava borið byrði og hita dagsins!? Men hann svaraði einum teirra: ?Vinur! Eg geri tær ongan órætt; komst tú ikki ásamt við meg um ein denar! Tak títt og far! Men eg skal geva hesum síðsta líka mikið sum tær. Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil! Ella er eyga títt ilt, fyri tað at eg eri góður?? Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald.?]* Táið Jesus nú fór niðan til Jerúsalem, tók Hann hinar tólv lærisveinarnar burturfrá og segði við teir á vegnum: ?Vit fara nú niðan til Jerúsalem, og Menniskjasonurin skal verða givin høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu upp í hendur; og teir skulu døma Hann til deyða og geva Hann heidningunum upp í hendur at verða spottaðan, húðflongdan og krossfestan; og triðja dagin skal Hann rísa upp aftur.? Tá kom móðir Zebedeussonanna til Hansara saman við sonum sínum, fall niður fyri Honum og bað Hann um eitt. Hann segði við hana: ?Hvat vilt tú?? Hon svaraði Honum: ?Sig, at hesir báðir synir mínir skulu sita, annar við høgru og annar við vinstru lið Tína í ríki Tínum!? Men Jesus svaraði: ?Tit vita ikki, hvat tit biðja um! Kunnu tit drekka kalikin, ið Eg skal drekka!? Teir svaraðu Honum: ?Tað kunnu vit!? Tá segði Hann við teir: ?Víst skulu tit drekka kalik Mín; men at sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað av Faðir Mínum.? Táið hinir tíggju hoyrdu hetta, vórðu teir illir inn á teir báðar brøðurnar. Tá rópti Jesus teir til Sín og segði: ?Tit vita, at høvdingar tjóðanna valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt. So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara; og tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara - eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.? Táið teir nú fóru út úr Jeriko, fylgdi nógv fólk Honum. Tveir blindir sótu við vegin; táið teir hoyrdu, at tað var Jesus, sum gekk framvið, róptu teir: ?Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!? Fólkið hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir róptu enn harðari og søgdu: ?Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!? Tá steðgaði Jesus, kallaði á teir og segði: ?Hvat vilja tit, at Eg skal gera fyri tykkum?? Teir svaraðu: ?Harri, at eygu okkara verða latin upp!? Tá tykti Jesusi hjartaliga synd í teimum, og Hann nam við eygu teirra. Við tað sama fingu teir sjónina aftur; og teir fylgdu Honum. KAPITUL Jesus kemur inn í Jerúsalem, Reinsar templið, Bannar fikutrænum, Teppir mótstøðumenn Sínar, Ber fram líknilsi um tveir synir, Um víngarðsmenninar, Táið teir nú nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, sendi Jesus tveir lærisveinar avstað og segði við teir: ?Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Har skulu tit við tað sama finna ásin bundið og fyl hjá tí; loysið tey og leiðið tey til Mín! Sigur onkur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; so skal hann við tað sama lata tey.? Hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: ?Sigið við dóttur Zion: ?Hygg, kongur tín kemur til tín, spakførur og ríðandi á ásni, á fyli trældýrsins!?? Lærisveinarnir fóru so avstað og gjørdu, sum Jesus hevði sagt við teir; teir fóru eftir ásninum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og Hann setti Seg oman á tey. Og fjøldin av fólkinum breiddi klæði síni á vegin; onnur skóru greinar av trøunum og stroyddu tær á vegin. Fólkið, sum gekk undan og aftaná, rópti: ?Hosianna, sonur Dávids! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! Hosianna á hæddini!? Táið Hann nú kom inn í Jerúsalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: ?Hvør er hesin?? Fólkið segði: ?Hetta er Jesus profetur úr Nazaret í Galilea.? Jesus fór nú inn í tempul Guds og rak út allar, sum seldu og keyptu í templinum; borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur, koyrdi Hann umkoll. Og Hann segði við teir: ?Skrivað er: ?Hús Mítt skal kallast bønhús.? Men tit gera tað til ránsmannabøli!? Blind og lamin komu til Hansara í templinum, og Hann grøddi tey. Táið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu undurverkini, ið Hann gjørdi, og børnini, sum róptu í templinum: ?Hosianna, sonur Dávids!? vórðu teir illir og søgdu við Hann: ?Hoyrir Tú, hvat hesi siga!? Tá svaraði Jesus teimum: ?Ja, hava tit aldri lisið hetta: ?Av munni barna og bróstabarna hevur Tú fullkomið Tær lovsong??? So fór Hann frá teimum og fór út um staðin, til Betania, og gisti har ta náttina. Táið Hann nú um morgunin fór innaftur í staðin, varð Hann svangur. Hann sá tá fikutræ við vegin og fór yvir til tað, men fann einki á tí uttan bert bløð. Tá segði Hann við tað: ?Aldri í allar ævir skal ávøkstur vaksa á tær aftur!? Og fikutræið følnaði við tað sama. Táið lærisveinarnir sóu hetta, undraðust reir og søgdu: ?Hvussu kundi fikutræið við tað sama følna?? Jesus svaraði reimum: ?Sanniliga, sigi Eg rykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: ?Lyft teg upp og kasta teg í havið!? skal so verða. Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.? Táið Hann so var komin inn í templið, komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins til Hansara, meðan Hann lærdi har, og søgdu: ?Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta, og hvør hevur givið Tær henda myndugleika?? Jesus svaraði teimum: ?Eisini Eg skal spyrja tykkum um eitt; siga tit Mær tað, skal eisini Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta. Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann, av Himli ella frá menniskjum?? Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: ?Siga vit: ?Av Himli,? so sigur Hann við okkum: ?Hví trúðu tit honum tá ikki?? Men siga vit: ?Frá menniskjum,? so óttast vit fyri fólkinum, tí tey halda øll, at Jóhannes var profetur.? Teir svaraðu so Jesusi: ?Vit vita ikki.? Tá segði Hann við teir: ?So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta. Men hvat tykist tykkum? Maður hevði tveir synir; hann fór til annan og segði: ?Sonurin, far og arbeið í dag í víngarði mínum!? Hann svaraði: ?Nei, eg vil ikki!? Men eftirsíðani angraði hann tað og fór. So fór hann til hin og segði tað sama. Hann svaraði: ?Ja, harri!? men fór ikki. Hvør av teimum báðum gjørdi nú vilja faðirsins?? Teir svaraðu: ?Hin fyrri.? Jesus segði við teir: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit! Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísivegi, og tit trúðu honum ikki; men tollarar og skøkjur trúðu honum; og tóat tit sóu hetta, angraðu tit tað kortini ikki aftaná, so tit trúðu honum. Hoyrið annað líknilsi: Húsbóndi var, sum plantaði víngarð, gjørdi garð rundan um hann, gróv vínpersu í honum og bygdi torn; so leigaði hann víngarðsmonnum hann og fór burt í annað land. Táið nú ávakstartíðin nærkaðist, sendi hann tænarar sínar til víngarðsmenninar at fáa ávøkst hansara. Men víngarðsmenninir tóku tænarar hansara; ein bankaðu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir. Uppaftur sendi hann aðrar tænarar, fleiri enn hinar fyrru; men teir hagreiddu teir á sama hátt. Til endan sendi hann son sín til teirra og segði: ?Teir fara kortini at hava virðing fyri syni mínum!? Men táið víngarðsmenninir sóu sonin, søgdu teir hvør við annan: ?Hetta er arvingin; komið, latið okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!? Og teir tóku hann, kastaðu hann út úr víngarðinum og drópu hann. Táið nú víngarðsharrin kemur, hvat fer hann at gera við hesar víngarðsmenn?? Teir svaraðu Honum: ?Vanlukkuliga fer hann at gera enda á hesum illgerðarmonnum og leiga øðrum víngarðsmonnum víngarðin, sum geva honum ávøkstin í rættari tíð.? Jesus segði við teir: ?Hava tit aldri lisið í skriftunum: ?Steinurin, ið vrakaður varð av teimum, sum bygdu, er vorðin hornsteinur; av Harranum er hetta gjørt, tað er undurfult í eygum okkara?? Tí sigi Eg tykkum, at ríki Guds skal verða tikið frá tykkum og givið tjóð, ið ber ávøkst tess. Tann, ið fellur á henda stein, skal bróta seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann sora.? Táið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi Hansara, skiltu teir, at Hann talaði um teir. Og teir høvdu fegin viljað lagt hond á Hann; men teir óttaðust fólkið; tí tey hildu Hann vera profet. KAPITUL Brúdleyp kongasonarins, Jesus talar um at geva keisaranum skatt, Um uppreisnina, Um størsta boðið í lógini, Um Kristus sum son ella Harra Dávids, Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum. Hann segði: ?Ríki Himmiríkis er líkt kongi, ið gjørdi brúdleyp sonar síns. Og hann sendi tænarar sínar út at biðja hini bodnu koma í brúdleypið; men tey vildu ikki koma. Aftur sendi hann út aðrar tænarar og segði: ?Sigið við hini bodnu: ?Eg havi gjørt máltíð mína til; oksar mínir og feitineyt míni eru dripin, og alt er til reiðar komið í brúdleypið!?? Men tey løgdu ikki í tað og fóru avstað, eitt út á bø sín, annað í handil sín; hini løgdu hond á tænarar hansara, háðaðu teir og drópu teir. Tá varð kongurin illur og sendi út herar sínar og drap hesar manndráparar og setti eld á stað teirra. So segði hann við tænarar sínar: ?Tilgjørt er til brúdleypið; men hini bodnu vóru tað ikki verd. Farið tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp øllum, sum tit hitta!? So fóru hesir tænarar út á vegirnar og savnaðu saman øll, ið teir hittu, bæði ónd og góð; og brúdleypshúsið varð fult av gestum. Táið nú kongurin fór inn at síggja gestirnar, sá hann har mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum. Hann segði við hann: ?Vinur! Hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypsklæðum?? Men hann tagdi. Tá segði kongurin við tænararnar: ?Bindið hendur og føtur hansara og kastið hann út í myrkrið uttanfyri!? Har skal vera grátur og tannagrísl. Tí mong eru kallað, men fá eru útvald.? Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð um, hvussu teir kundu fanga Hann í orðum. So sendu teir lærisveinar sínar til Hansara saman við Heródingum og lótu teir siga: ?Meistari! Vit vita, at Tú ert sannorðaður og lærir veg Guds í sannleika og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun. Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?? Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: ?Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg! Vísið Mær skattapeningin!? Tá fingu teir Honum denar. Hann spurdi teir: ?Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?? Teir svaraðu: ?Keisarans.? Tá segði Hann við teir: ?So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!? Táið teir hoyrdu hetta, undraðust teir, og teir fóru frá Honum og fóru avstað. Sama dag komu nakrir Saddukearar til Hansara, teir, sum siga, at eingin uppreisn er; teir spurdu Hann: ?Meistari! Móses hevur sagt: ?Táið ein doyr og eingi børn hevur, skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom.? Nú vóru hjá okkum sjey brøður; hin fyrsti giftist og doyði; og við tað at hann einki avkom átti, læt hann bróður sínum konuna eftir seg. Á sama hátt hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. Seinast av øllum doyði konan. Hvør av hesum sjey skal nú hava hana til konu í uppreisnini? Teir hava jú havt hana allir.? Jesus svaraði teimum: ?Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds. Tí í uppreisnini taka tey ikki til ekta, verða ei heldur givin til ekta; nei, tey eru sum einglar Guds í Himli. Men viðvíkjandi tí, at hini deyðu rísa upp aftur, hava tit tá ikki lisið tað, sum talað er til tykkara av Gudi, táið Hann sigur: ?Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups?? Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi.? Táið fólkið hoyrdi hetta, vórðu tey sligin av undran yvir læru Hansara. Táið Fariseararnir hoyrdu, at Hann hevði tept Saddukeararnar, komu teir saman. Og ein teirra, ein lógkønur, spurdi Hann fyri at freista Hann -: ?Meistari! Hvat er hitt stóra boðið í lógini?? Hann svaraði honum: ??Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.? Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.? Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir.? Meðan nú Fariseararnir vóru savnaðir, spurdi Jesus teir: ?Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er Hann?? Teir svaraðu Honum: ?Dávids.? Tá segði Hann við teir: ?Hvussu kann Dávid tá í Andanum kalla Hann Harra! Hann sigur jú: ?Harrin segði við Harra mín: ?Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar undir føtur Tínar!?? Táið nú Dávid kallar Hann Harra, hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!? Og eingin fekk svarað Honum orð; ei heldur tordi nakar aftur at seta Honum spurningar eftir tann dag. KAPITUL Jesus varar móti Farisearunum og hinum skriftlærdu og rópar vei yvir teir, Talar um, at Jerúsalem og templið skulu verða løgd í oyði, Tá talaði Jesus til fólkið og lærisveinar Sínar og segði: ?Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir. Gerið og haldið tí alt, ið teir siga tykkum! Men takið ikki eftir verkum teirra! Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki! Teir binda tungar byrðar, ringar at bera, og leggja menniskjum tær á herðarnar; men sjálvir vilja teir ikki nema tær við einum fingri. Alt, ið teir gera, gera teir, fyri at menniskju skulu síggja tað; teir gera bønareimar sínar breiðar og duskar sínar stórar. Teir vilja fegin sita ovastir til borðs í veitslunum og á hinum fremstu sessunum í sýnagogunum og verða heilsaðir á torgunum og kallaðir rabbi av menniskjum. Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður. Og tit skulu ongan á jørðini kalla faðir tykkara; tí ein er Faðir tykkara, Hann, sum er í Himli. Ei heldur skulu tit lata kalla tykkum vegleiðarar; tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus. Hin størsti av tykkum skal vera tænari tykkara. Tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt. Men vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum; sjálvir fara tit ikki inn í tað, og teimum, sum vilja fara inn, geva tit ikki loyvi at fara. Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir; tit skulu tí fáa tess harðari dóm. Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit ferðast um á sjógvi og landi at vinna bert ein trúskifting; og táið hann er vorðin tað, gera tit hann til helvitisbarn, tvær ferðir so ringt sum tit eru sjálvir. Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara! Tí tit siga: ?Tann, ið svør um templið tað er einki, men tann, ið svør um gullið í templinum, er bundin.? Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gullið, ella templið, ið halgar gullið! Framvegis: ?Tann, ið svør um altarið tað er einki, men tann, ið svør um gávuna á tí, er bundin.? Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gávan, ella altarið, ið halgar gávuna! Tann, sum tí svør um altarið, svør um tað og alt, ið á tí er. Tann, ið svør um templið, svør um tað og Hann, sum í tí býr. Og tann, ið svør um Himmalin, svør um hásæti Guds og Hann, sum í tí situr. Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. Blindu vegleiðarar tykkara, sum síla mýggjabitið frá, men svølgja kamelin! Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika. Blindi Fariseari tín! Ger fyrst bikarið og fatið reint innan, so tey kunnu verða rein uttan við! Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit líkjast kálkaðum grøvum, sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku. Soleiðis síggja eisini tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi. Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit byggja gravir profetanna og prýða leiði hinna rættvísu og siga: ?Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, so høvdu vit ikki havt lut við teimum í blóði profetanna.? So vitna tit tá um tykkum sjálvar, at tit eru børn teirra, sum drópu profetarnar! Fyllið tit so eisini mál fedra tykkara! Høggormar! Ormaavkom! Hvussu kunnu tit sleppa undan dómi Helvitis! Tí ja, tí sendi Eg tykkum profetar, vísar og skriftlærdar! Summar av teimum skulu tit drepa og krossfesta, og summar skulu tit húðfleingja í sýnagogum tykkara og elta teir úr einum býi í annan - fyri at tað skal koma yvir tykkum, alt hitt rættvísa blóð, ið úthelt er á jørðini, líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóð Zakariasar, sonar Barakiasar, sum tit drópu millum templið og altarið. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt hetta skal koma yvir hesa ætt! Jerúsalem, Jerúsalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Hús tykkara skal latast tykkum oyðið! Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit ikki síggja Meg, fyrrenn tit siga: ?Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!?? KAPITUL Jesus talar um, at Jerúsalem skal verða lagt í oyði, og um afturkomu Sína, Jesus fór nú út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar. Men Hann tók til orða og segði við teir: ?Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.? Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: ?Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?? Jesus svaraði teimum: ?Síggið til, at eingin villleiðir tykkum! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: ?Eg eri Kristus!? Og teir skulu villleiða mong. Og tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi. Síggið til, at tit lata tykkum ikki ræða! Tí so má verða; men endin er ikki enn. Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar. Men alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir. Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld. Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað. Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong. Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu. Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur. Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma. Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! - skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; tann, ið á takinum er, má ikki fara niður eftir nøkrum, sum er í húsi hansara, og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum. Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst, á teimum døgum! Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat! Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða. Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir. Sigur tá onkur við tykkum: ?Hyggið, her er Kristus!? ella: ?Har er Hann!? skulu tit ikki trúgva tí. Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verðið villleidd hevði tað verið møguligt. Nú havi Eg sagt tykkum tað frammanundan. Um tá verður sagt við tykkum: ?Hann er í oyðimørkini!? so farið ikki út hagar! ?Hann er í kømurunum!? so trúgvið tí ikki! Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur. Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar. Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast. Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd. Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan. Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær. Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent. Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga. Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin eingin uttan Faðirin. Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur. Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og tey vitstu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur. Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir. Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir. Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur. Men tað má vera tykkum greitt, at vitsti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær. Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa. Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð? Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur. Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: ?Harri mín drálar!? - og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum, so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit, og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.? KAPITUL Hinar tíggju moyggjarnar, Tænararnir, ið fingu talentirnar, Dómurin yvir fólkasløgini, Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum. Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar. Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær. Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum. Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnátt hoyrdist róp: ?Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!? Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til. Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: ?Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!? Men hinar klóku svaraðu: ?Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!? Men táið tær vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur. Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: ?Harri Harri, lat okkum upp!? Men hann svaraði: ?Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki.? Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman. Tí tað er, eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti. Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land. Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær hann vann aðrar tvær. Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns. Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir. Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: ?Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!? Harri hansara segði við hann: ?Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!? So steig eisini tann fram, sum hevði fingið hinar tvær talentirnar; hann segði: ?Harri! Tú lætst meg fáa tvær talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar tvær talentir!? Harri hansara segði við hann: ?Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!? Síðani steig eisini tann fram, sum hevði fingið hina einu talentina; hann segði: ?Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður, sum heystar, har tú ikki sáaði, og savnar, har tú ikki stroyddi; tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!? Tá svaraði Harri hansara honum: ?Óndi og lati tænari tín! Tú vitsti, at eg heysti, har eg ikki sáaði, og savni, har eg ikki stroyddi. Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim. Takið tí hasa talentina frá honum, og latið hann, ið hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana! Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. Og kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!? Har skal vera grátur og tannagrísl! Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum, skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar. Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum. Og Hann skal seta seyðin við høgru lið Sína, men bukkarnar við vinstru. Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: ?Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður! Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.? Tá skulu hini rættvísu svara Honum: ?Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka! Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg! Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!? Kongurin skal svara teimum: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!? So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: ?Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara! Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær ikki at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær ikki at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ikki ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg ikki; Eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu Meg ikki.? Tá skulu eisini tey svara: ?Harri! Nær sóu vit Teg svangan, tystan, fremmandan, naknan, sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki!? Men Hann skal svara teimum: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær.? Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.? KAPITUL Jesus talar um deyða Sín, Jødarnir leggja upp ráð um at drepa Hann, Hann verður salvaður, Judas lovar at svíkja Hann, Jesus etur páskalambið, Jesus í Getsemane, Hann verður svikin, Jesus fyri ráðnum, Pætur avnoktar Hann, Táið nú Jesus hevði endað alla hesa talu, segði Hann við lærisveinar Sínar: ?Tit vita, at um tveir dagar eru páskirnar; tá verður Menniskjasonurin givin upp at verða krossfestur.? Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman hjá høvuðsprestinum sum æt Kaifas í garði hansara. Og teir løgdu saman ráð um at grípa Jesus við svikum og drepa Hann. Men teir søgdu: ?Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!? Táið Jesus var komin til Betania og var inni hjá spitalska Símuni, kom kvinna til Hansara, sum hevði alabasturkrukku við ógvuliga dýrari salvu; hana helti hon út yvir høvd Hansara, meðan Hann sat til borðs. Táið lærisveinarnir sóu hetta, vórðu teir illir og søgdu: ?Hvat skal henda burturspilling til! Hetta kundi jú verðið selt fyri nógvan pening, sum kundi verðið givin fátækum!? Men táið Jesus varð varur við tað, segði Hann við teir: ?Hví gera tit tykkum inn á kvinnuna? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð. Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, men Meg hava tit ikki altíð. Táið hon helti hesa salvu yvir likam Mítt, gjørdi hon Meg til reiðar til jarðarferð Mína. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.? Tá fór ein av hinum tólv, hann, ið æt Judas Iskariot, til høvuðsprestarnar og segði: ?Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?? Tá góvu teir honum seklar. Og frá teirri stund hevði hann í huga, nær best bar til at svíkja Hann. Men fyrsta dagin í høgtíð hinna ósúrgaðu breyða komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: ?Hvar vilt Tú, at vit skulu gera Tær til reiðar at eta páskalambið?? Hann svaraði: ?Farið inn í staðin til tann og tann mann og sigið við hann: ?Meistarin sigur: Tími Mín er nær; hjá tær skal Eg halda páskir við lærisveinum Mínum.?? Lærisveinarnir gjørdu, sum Jesus beyð teimum; teir gjørdu páskalambið til. Táið nú kvøldið var komið, settist Hann til borðs við hinum tólv. Meðan teir ótu, segði Hann: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!? Tá vórðu teir ógvuliga tungir og byrjaðu at siga við Hann, hvør eftir annan: ?Tað er tó ikki eg, Harri?? Hann svaraði: ?Tann sum dyppar hondina í fatið við Mær, fer at svíkja Meg. Menniskjasonurin fer víst burtur, sum skrivað er um Hann, men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.? Judas sum sveik Hann tók tá til orða og segði: ?Tað er tó ikki eg, Rabbi?? Hann svaraði honum: ?Tú hevur sjálvur sagt tað!? Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: ?Takið, etið! Hetta er likam Mítt.? So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: ?Drekkið allir av honum! Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving. Og Eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal Eg ikki aftur drekka av hesum ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg drekki hann nýggjan við tykkum í ríki Faðirs Míns.? Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. Tá segði Jesus við teir: ?Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: ?Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur.? Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea.? Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: ?Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall!? Jesus svaraði honum: ?Sanniliga, sigi Eg tær: Hesa nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.? Pætur segði við Hann: ?Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg ikki avnokta Teg!? Sama søgdu eisini allir lærisveinarnir. Jesus kom tá við teimum til stað, sum æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinarnar: ?Setið tykkum her, meðan Eg fari haryvir og biði!? Hann tók við Sær Pætur og báðar synir Zebedeus; og Hann gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann. Tá segði Hann við teir: ?Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið við Mær!? So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: ?Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!? Hann kom tá aftur til lærisveinarnar og fann teir sovandi, og Hann segði við Pætur: ?So tit vóru ikki mentir at vakja við Mær ein tíma! Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!? Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: ?Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær má Eg drekka hann so verði vilji Tín!? So kom Hann og fann teir aftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra. Tá læt Hann teir vera, fór aftur burtur, bað triðju ferð og segði somu orð. So kom Hann til lærisveinarnar og segði við teir: ?Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Ja, nú er tímin nær, táið Menniskjasonurin skal verða givin upp í hendur syndara! Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg!? Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins. Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: ?Tann, ið eg kyssi, Hann er tað takið Hann!? Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: ?Heilur, Rabbi!? og kysti Hann. Jesus segði við hann: ?Vinur, hví ert tú komin higar?? Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann. Men ein teirra, sum við Jesusi vóru, rætti út hondina, dró svørð sítt og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum. Tá segði Jesus við hann: ?Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði. Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum! Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!? Í somu stund segði Jesus við fólkahópin: ?Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki. Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út.? Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu. Teir, ið høvdu tikið Jesus, fóru nú við Honum til Kaifas høvuðsprest; har vóru hinir skriftlærdu og elstu samankomnir. Men Pætur fylgdi Honum langt aftaná líka til garð høvuðsprestsins; og hann fór inn og setti seg hjá tænarunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða. Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; men teir funnu einki, tóat mong lygivitni stigu fram. Til endan stigu so tveir fram og søgdu: ?Hesin hevur sagt: ?Eg kann bróta niður tempul Guds og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.?? Tá reistist høvuðspresturin og segði við Hann: ?Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?? Men Jesus tagdi. So tók høvuðspresturin til orða og segði við Hann: ?Eg taki Teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds!? Jesus svaraði honum: ?Tú hevur sagt tað. Tó, Eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins.? Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: ?Hann hevur spottað Gud! Hvat nýtist okkum longur vitni! Nú hava tit hoyrt spottanina! Hvat halda tit?? Teir svaraðu: ?Hann er deyðasekur!? Tá spýttu teir í andlit Hansara og góvu Honum nevasløg; aðrir góvu Honum stavsløg og søgdu: ?Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, ið sló Teg?? Men Pætur sat uttanfyri í garðinum. Tá kom ein arbeiðskona yvir til hansara og segði: ?Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!? Men hann noktaði tað, so øll hoyrdu, og segði: ?Eg skilji ikki, hvat tú sigur!? Hann fór nú út í portrið; har sá ein onnur genta hann og segði við tey, sum vóru har: ?Hesin var við Jesusi úr Nazaret!? Aftur noktaði hann tað við eiði: ?Eg kenni ikki tann mann!? Eina løtu eftir komu teir, sum stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: ?So sanniliga ert tú eisini ein av teimum! Málið, ið tú tosar, sigur frá!? Tá fór hann at banna sær og svørja: ?Eg kenni ikki tann mann!? Og í tí sama gól hanin. Tá kom Pæturi orð Jesusar í hug, at Hann hevði sagt: ?Áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.? Og hann fór út og græt beiskliga. KAPITUL Jesus fyri Pilatusi, Judas heingir seg, Jesus verður spottaður og krossfestur, Doyr, Verður jarðaður. Vakt sett við grøvina, Táið nú morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins ráð móti Jesusi at drepa Hann. Teir bundu Hann og fóru avstað við Honum og góvu Hann upp til Pontius Pilatus landshøvdinga. Táið nú Judas, sum svikið Hann hevði, sá, at Hann var dómfeldur, angraði hann tað; og hann kom aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu við hinum seklunum og segði: ?Eg havi syndað, táið eg sveik sakleyst blóð.? Men teir svaraðu: ?Hvat kemur tað okkum við! Síggj tú til tað!? Tá blakaði hann silvurpeningarnar inn í templið og fór avstað; og hann fór og hongdi seg. Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: ?Ikki er lógligt at leggja teir í tempulkistuna, tí tað er blóðpeningur.? Og eftir at teir hevdu hildið ráð, keyptu teir jørð leirkerasmiðsins fyri teir, fremmandum til grevstur. Tí eitur tann jørðin Blóðjørð til henda dag. Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur: ?Teir tóku hinar silvurpeningarnar virði hins metta, sum børn Ísraels lótu seta í virði - og teir lótu teir fyri jørð leirkerasmiðsins sum Harrin beyð mær.? Jesus stóð fyri landshøvdinganum. Landshøvdingin spurdi Hann: ?Ert Tú kongur Jødanna?? Jesus svaraði honum: ?Tú sigur tað!? Og til alt tað, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu klagaðu Hann fyri, svaraði Hann einki. Tá segði Pilatus við Hann: ?Hoyrir Tú ikki, hvussu nógv teir vitna móti Tær?? Men Hann svaraði honum ikki so mikið sum uppá eitt orð, so landshøvdingin undraðist stórliga. Nú var landshøvdingin vanur at geva fólkinum ein fanga leysan um høgtíðina, hvønn tey vildu. Og ta ferðina høvdu tey tiltiknan fanga, ið æt Barabbas. Táið tey vóru samankomin, segði Pilatus tí við tey: ?Hvønn vilja tit, eg skal geva tykkum leysan, Barabbas, ella Jesus, sum kallast Kristus?? Tí hann vitsti, at tað var av øvund, teir høvdu givið Hann upp til hansara. Men meðan hann sat á dómarastólinum, sendi kona hansara honum boð og læt siga: ?Hav einki við henda rættvísa at gera! Tí eg havi í dag liðið nógv í dreymi fyri Hansara skuld.? Men høvuðsprestarnir og hinir elstu yvirtalaðu fólkið at biðja um at fáa Barabbas leysan, men Jesus dripnan. Landshøvdingin tók nú til orða og segði við tey: ?Hvønn av teimum báðum vilja tit, eg skal geva tykkum leysan?? Tey svaraðu: ?Barabbas!? Pilatus segði við tey: ?Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum verður kallaður Kristus?? Tey svaraðu øll: ?Lat Hann krossfesta!? Landshøvdingin spurdi: ?Hvat ilt hevur Hann tá gjørt?? Men tey róptu enn harðari: ?Lat Hann krossfesta!? Táið Pilatus nú sá, at hann einki maktaði, men at gangurin bert tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar fyri eygum fólksins og segði: ?Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættvísa síggið tit til tað!? Alt fólkið svaraði: ?Blóð Hansara komi yvir okkum og børn okkara!? Tá gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav Hann upp at verða krossfestan. Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla vaktina rundan um Hann. Teir lótu Hann úr og hongdu skarlakskappa um Hann. Teir flættaðu krúnu av tornum og settu hana á høvd Hansara og góvu Honum rørstav í høgru hond. So fullu teir á knæ fyri Honum, háðaðu Hann og søgdu: ?Heilur, Jødakongurin!? Og teir spýttu á Hann og tóku rørstavin og slógu Hann í høvdið við honum. Táið teir høvdu háðað Hann, lótu teir Hann úr aftur kappanum, lótu Hann í Hansara egnu klæði og fóru avstað við Honum at krossfesta Hann. Á vegnum út hagar hittu teir mann úr Kýrene, sum æt Símun; hann noyddu teir at bera kross Hansara. Táið teir nú komu til stað, sum kallast Golgata tað er Skallastaður - góvu teir Honum vín at drekka, blandað við gall; men táið Hann hevði smakkað á tað, vildi Hann ikki drekka. Teir krossfestu Hann nú, og býttu klæði Hansara millum sín við lutakasti. So sótu teir har og hildu vakt yvir Honum. Uppi yvir høvdi Hansara settu teir tað, sum Hann var klagaður fyri; har stóð: ?Hetta er Jesus, kongur Jødanna.? Tveir ránsmenn vórðu nú krossfestir saman við Honum, annar høgrumegin og annar vinstrumegin. Og tey, sum gingu framvið, spottaðu Hann, ristu við høvdinum og søgdu: ?Tú, sum brýtur niður templið og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum frels Teg sjálvan! Ert Tú Sonur Guds, so kom niður av krossinum!? Á sama hátt háðaðu høvuðsprestarnir Hann, og eisini hinir skriftlærdu og elstu, og søgdu: ?Onnur hevur Hann frelst; Seg sjálvan kann Hann ikki frelsa! Hann er jú kongur Ísraels! Lat Hann nú koma niður av krossinum, so skulu vit trúgva á Hann! Hann leit á Gud! Hann frelsi Hann nú, um Hann leggur nakað í Hann! Hann hevur jú sagt: ?Eg eri Sonur Guds.?? Á sama hátt háðaðu eisini ránsmenninir Hann, teir, sum krossfestir vóru við Honum. Um sætta tíman kom myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman. Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: ?Eli, Eli! Lama sabaktani?? Tað er: ?Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?? Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu, táið teir hoyrdu hetta: ?Hann rópar eftir Eliasi!? Og ein teirra leyp við tað sama til, tók svamp, fylti hann við ediki, setti hann á rørstav og gav Honum at drekka. Hini søgdu: ?Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur og hjálpir Honum!? Men Jesus rópti aftur við harðari rødd og gav upp andan. Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu; gravirnar opnaðust, og likamini av mongum av hinum heiløgu, ið sovnað vóru burtur, risu upp; tey gingu út úr grøvunum eftir uppreisn Hansara og komu inn í hin heilaga stað og vístu seg fyri mongum. Men táið høvuðsmaðurin og teir, ið við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu jarðskjálvtan og tað, sum hendi, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: ?Sanniliga, hesin var Sonur Guds!? Nógvar kvinnur stóðu har nakað burturfrá og hugdu at; tær høvdu fylgt Jesusi úr Galilea og tænt Honum. Millum teirra var Maria Magdalena, Maria, móðir Jákup og Jóses, og móðir Zebedeussynirnar. Men táið kvøldið var komið, kom ríkur maður úr Arimatea, sum æt Jósef, og sum eisini var vorðin lærisveinur Jesusar. Hann fór til Pilatus og bað um likam Jesusar. Tá beyð Pilatus, at tað skuldi verða honum givið. Jósef tók so likamið, sveipaði tað í reint, fínt línklæði og legði tað í nýggju grøv sína, sum hann hevði latið høgga inn í klettin, velti stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað. Men Maria Magdalena og hin Maria vóru har; tær sótu beint yvir av grøvini. Dagin eftir dagin eftir tilreiðingardagin savnaðust høvuðsprestarnir og Fariseararnir hjá Pilatusi og søgdu: ?Harri! Okkum kemur í hug, at hasin villleiðari segði, meðan Hann enn livdi: ?Eftir tríggjar dagar rísi Eg upp!? Gev tí boð um, at væl skal haldast vakt yvir grøvini til triðja dagin, so lærisveinar Hansara koma ikki og stjala Hann og siga so fyri fólki, at Hann er risin upp frá hinum deyðu og so seinna villleiðingin verður verri enn fyrra!? Pilatus svaraði teimum: ?Har hava tit vakt! Farið avstað og haldið vakt yvir grøvini, sum best tit kunnu!? So fóru teir avstað og hildu væl vakt yvir grøvini við vaktini, eftir at teir høvdu innsiglað steinin. KAPITUL Uppreisn Jesusar, Hann gevur lærisveinunum boð, Eftir sabbatin, táið lýsti av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini. Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann. Hann var sum snarljós at síggja, og klæði hansara vóru hvít sum kavi. Av ræðslu fyri honum skulvu teir, ið hildu vakt, og vórðu sum deyðir. Men eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar: ?Ræðist ikki! Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum krossfesta. Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt komið og síggið staðið, har Harrin lá! Og skundið tykkum avstað og sigið við lærisveinar Hansara, at Hann er risin upp frá hinum deyðu! Hann fer undan tykkum til Galilea; har skulu tit síggja Hann. Nú havi eg sagt tykkum tað.? Tær skundaðu sær tá burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum Hansara tað. Men tá kom Jesus ímóti teimum og segði: ?Heilar!? Tá komu tær og tóku um føtur Hansara og tilbóðu Hann. Jesus segði við tær: ?Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.? Meðan tær nú vóru á leið hagar, komu nakrir av vaktini inn í staðin og bóru høvuðsprestunum boð um alt, ið hent hevði. Tá komu teir og hinir elstu saman og hildu ráð; síðani góvu teir hermonnunum nógvan pening og søgdu: ?Tit skulu siga: ?Lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu.? Og skuldi landshøvdingin fingið hetta at hoyrt, skulu vit tosa við hann og stilla hann og síggja til, at tit kunnu vera tryggir.? Teir tóku tá peningin og gjørdu, sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi komu út millum Jødarnar til henda dag. Men hinir ellivu lærisveinarnir fóru til Galilea, til fjallið, har Jesus hevði sett teimum stevnu. Táið teir sóu Hann, tilbóðu teir Hann; men summir ivaðust. Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: ?Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.? Mika KAPITUL Fyri syndir sínar verða Samaria og Jerúsalem sligin við ógrøðandi slagi. Orð HARRANS, sum kom til Mika úr Moreset, á døgum Jótams, Akazar og Ezekiasar, judakonga tað, ið hann skoðaði um Samaria og Jerúsalem. Hoyrið, tit fólk, øll somul! Akta eftir, tú jørð við øllum, ið á tær er! Harrin HARRIN veri vitni móti tykkum, HARRIN úr heilaga templi Sínum! Tí HARRIN kemur út úr bústaði Sínum; Hann stígur niður og gongur eftir hæddum jarðarinnar. Fjøllini bráðna undir Honum, og dalarnir klovna sum vaks fyri eldi, sum vatn, ið verður stoytt oman í bratta líð. Fráfall Jákups er tað, sum ger, at alt hetta hendir syndirnar, ið hús Ísraels hevur gjørt. Hvør er upphav at fráfalli Jákups? Er tað ikki Samaria! Og hvør er upphav at offurheyggjum Juda? Er tað ikki Jerúsalem! Eg skal tí gera Samaria til grótrúgvu á markini, til stað at planta víngarðar á; Eg skal rulla steinar tess oman í dalin og lata grundvøllir tess koma fyri ljósið. Allar hinar útskornu myndir tess skulu verða brotnar sundur, øll skøkjuløn tess skal verða brend upp, og øllum avgudum tess skal Eg forkoma; tí av skøkjuløn hevur tað savnað sær tey, og skøkjuløn skulu tey aftur verða. Um hetta skal eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og nakin; eg skal rópa av sorg sum sjakalarnir og vena meg sum strutsarnir. Tí sár tess eru ógrøðandi; vanlukkan er komin líka til Juda; hon er nádd líka at portri fólks míns, líka til Jerúsalem. Kunngerið ikki hetta í Gat, grátið ikki so sárliga! Í Bet-Leafra veltist eg í dustinum. Farið avstað nakin og vanærd, tit, sum í Sjafir búgva! Tey, sum í Za'anan búgva, vága sær ikki út. Sorgarrópini í Bet-Ezel gera tykkum tað ómøguligt at verða har. Tí tey, sum í Marot búgva, ringjast av sorg um lukku sína, sum tey hava mist; vanlukka er jú komin niður frá HARRANUM, líka at portri Jerúsalems. Setið hestarnar fyri vagnin, tit, sum í Lakis búgva! Upphav syndarinnar vart tú dóttur Zion; tí hjá tær vórðu misbrot Ísraels funnin. Tí noyðist tú at lata Moreset-Gat fáa skilnaðargávu; húsini í Akzib verða kongum Ísraels sum svikaligur løkur. Eina ferð enn skal Eg senda tykkum ránsmann, tit, sum í Maresa búgva! Til Adullam skal dýrd Ísraels koma. Raka hárið av tær, klipp tað burtur, í sorg um børn tíni, sum vóru gleði tín! Ger høvd títt so skallut sum høvd gripsins tí tey fara hertikin burt frá tær! KAPITUL Teir, ið gera órætt, vilja ikki vita av, at profeturin revsar teir, Lyfti um signing fyri Ísrael, Vei teimum, ið hugsa upp órætt og hava ilt í huga, meðan teir liggja á legu síni, og so, av tí at teir hava makt til tað, seta tað í verk, við tað sama sum lýsir av degi! Teir tráa eftir økrum og ræna teir; teir tráa eftir húsum og taka tey; teir gera yvirgangsverk móti manninum og húsi hansara, móti bóndanum og óðali hansara. Tí sigur HARRIN so: Eg upphugsi ilt móti hesi ætt, vanlukkur, ið tit ikki skulu fáa rist av hálsi tykkara; og tit skulu ikki ganga so stoltir, tí tað verður ónd tíð. Tann dag skal táttur verða kvøðin um tykkum, og sorgarsongur sungin; sagt skal verða: ?Tað er yvirstaðið okkum býður ikki bøtur; arvalut fólks míns skiftir Hann nú út til aðrar hygg, hvussu Hann tekur hann frá mær! Til fráfalnar býtir Hann út akrar okkara!? Tí skalt tú ongan hava, sum strekkir út málisnøri yvir lut í samkomu HARRANS. ?Prædikið ikki!? so prædika teir; ?tit mugu ikki prædika um slíkt máti skal tó vera við háðorðum!? Hvat er tað, tú sigur, hús Jákups! Er HARRIN tá skjótur at ilskast! Hava gerðir Hansara víst nakað slíkt! Eru ikki orð Míni honum mild, ið ber seg rætt at! Men tað er einki nýtt, at fólk Mítt hevur reist seg sum fíggindi Mín; tit skræða kappan uttan av kyrtli friðarfólks, sum kemur gangandi og einki ilt varir. Kvinnur fólks Míns reka tit út úr húsunum, sum vóru gleði teirra; frá smábørnum teirra taka tit við alla prýðið, ið Eg hevði givið teimum. Avstað, og burt við tykkum! Her er eingin hvíldarstaður fyri tykkum tað ger óreinska tykkara, sum voldir undirgang, og tað ógrøðandi undirgang! Kom ein við tómum orðum og sviki og lygn og segði: ?Eg skal prædika fyri tær um vín og sterkan drykk? hann hevði hóskað til at prædika fyri hesum fólki! Eg skal savna teg, Jákup, savna tykkum, so mong sum tit eru; sanka saman skal Eg tað, sum eftir er av Ísrael; Eg skal reka tey saman sum seyð í rætt, sum fylgi á haga sín, so har skal verða gangur av fólki. Slóðbrótarin gongur undan teimum; teir bróta seg ígjøgnum, ganga inn um portrið og fara út um tað; kongur teirra fer fyri teimum, og HARRIN er á odda hjá teimum. KAPITUL Høvdingarnir, prestarnir og profetarnir volda, at vanlukkan kemur yvir Jerúsalem. Eg segði: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og tit dómarar Ísraels húss! Hoyrir tað ikki tykkum til at vita, hvat rætt er! tit, ið hata hitt góða og elska hitt illa, tit, ið ála skinnið av fólki og kjøtið av beinum teirra, tit, ið eta kjøtið av fólki Mínum, ála skinnið av teimum, sora beinini sundur í teimum og stykkja tey sundur eins og í pott, sum kjøt á pannu. Einaferð skulu tey rópa til HARRAN, men Hann skal ikki svara teimum; Hann skal fjala ásjón Sína fyri teimum tá aftur fyri ringa atburð teirra. So sigur HARRIN um profetarnar ið leiða fólk Mítt av vegnum, sum rópa um frið, bert teir fáa okkurt at tyggja, men sum boða heilagan bardaga móti tí, sum einki gevur teimum í munnin afturfyri skal nátt verða hjá tykkum, so tit ongar sjónir síggja, myrkur við ongum spádómi; sólin skal ganga undir hjá profetunum, dagurin skal sortna hjá teimum. Síggjararnir skulu verða til skammar, og spámenninir skulu standa snópnir; teir skulu fjala skeggið, allir samlir tí einki svar kemur frá Gudi. Men eg, eg eri við Anda HARRANS fullur av kraft, fullur av rætti og styrki til at vitna fyri Jákupi um misbrot hansara, fyri Ísrael um synd hansara. Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups húss og tit dómarar Ísraels húss, tit, ið skýggja rætt og gera bogið alt tað, sum beint er, tit, ið byggja Zion við blóði og Jerúsalem við órætti! Høvdingar tess* døma fyri gávu, prestar tess læra fyri løn, og profetar tess spáa fyri pening og so kortini líta teir á HARRAN og siga: ?Er ikki HARRIN mitt ímillum okkara! Eingin vanlukka kemur á okkum!? Tí skal fyri tykkara skuld Zion verða pløgt sum akur, Jerúsalem verða til eyrdungar, og tempulfjallið til skóghæddir. KAPITUL Jerúsalem, sum tað einaferð skal verða, Tað kemur í stóra trongd, men verður tó frelst, Men á síðstu døgum skal so verða, at fjallið, har hús HARRANS stendur, skal vera grundfest á fjallatindunum, og tað skal standa langt upp um allar hæddir. Hagar skulu fólkini streyma, ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: ?Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum vegir Sínar, og vit kunnu ganga leiðir Hansara!? Tí av Zion skal opinbering ganga út, og orð HARRANS úr Jerúsalem. Hann skal døma millum mong fólk og skifta rætt millum veldig fólkasløg, líka til londini longst burtur; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; tjóð skal ikki longur reiggja svørð móti tjóð, og tær skulu ikki læra seg hernað longur; nei, tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey tí muður HARRANS Guds herskaranna hevur talað. Tí øll fólkasløg ganga, hvørt í navni guds síns, men vit ganga í navni HARRANS Guds okkara, í aldur og allar ævir. Tann dag sigur HARRIN skal Eg savna tað, ið haltar, og sanka saman tað, ið burtur er rikið, og tað, ið Eg havi farið illa við; tað, ið haltar, skal Eg gera til leivd; tað, ið rikið var langt burtur, skal Eg gera til sterka tjóð. Og HARRIN skal vera kongur yvir teimum á Zionsfjalli, frá nú og í allar ævir. Og tú, hirðatorn, heyggjur dóttur Zions! Til tín skal tað koma, harradømið, ið fyrr var tað skal lutast tær, kongadømið yvir dóttur Jerúsalem. Hví rópar tú nú so hart? Er tá eingin kongur í tær? Er ráðgevari tín burtur, síðani verkir eru komnir á teg sum á barnakonu? Ja, væl mást tú ringjast og geva teg, dóttir Zion, sum barnakona! Tí nú noyðist tú at fara út úr býnum og búgva úti á markini, og tú skalt koma líka til Bábel; har skalt tú verða bjargað; har skal HARRIN loysa teg úr hondum fígginda tína. Nú hava mong fólkasløg savnað seg móti tær, og tey siga: ?Hevði Zion verðið vanhalgað, so eygu okkara kundu havt frægd av at sæð tað!? Men tey vita ikki, hvat HARRIN hugsar, og skilja ikki ráð Hansara, at Hann hevur savnað tey saman sum bundi á treskiplássi. Reis teg og tresk, dóttir Zion! Tí horn títt skal Eg gera til jarn, og kleyvar tínar skal Eg gera til kopar; tú skalt sora sundur mangar tjóðir, og Eg skal lýsa rán teirra í bann til HARRAN, góðs teirra til Harran yvir allari jørðini. Nú flokkast tú saman, tú dóttir flokkanna! Hervirki hava teir reist móti okkum; við stavi sláa teir dómara Ísraels undir vangan. KAPITUL Profetorð um Messias, Ísrael verður signað, táið eginstyrki og avgudar eru fyribeind har, Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum. Tí gevur Hann tey upp til vanlukku inntil ta tíð, táið hon, ið eiga skal, hevur átt; og teir, ið eftir eru av brøðrum Hansara, skulu koma heimaftur til Ísraelsmenn. Hann skal í kraft HARRANS, í høga navni HARRANS Guds Síns, standa og røkta fylgi Sítt; og tey skulu sita í friði; tí nú skal Hann vera stórur líka at endum jarðarinnar. Og Hann skal vera friður; táið Assur kemur inn í land okkara, táið hann stígur inn í borgir okkara, reisa vit móti honum sjey hirðar, ja, átta menniskjahøvdingar, sum skulu herja Assursland við svørði og Nimrodsland í portrum tess. Og Hann skal frelsa okkum frá Assur, táið hann kemur inn í land okkara, táið hann stígur inn um landamark okkara. Tá verður leivd Jákups millum hini mongu fólk sum døgg frá HARRANUM, sum regndropar á grasi, sum ongum bíðar eftir og steðgar ikki eftir menniskjabørnunum. Tá verður leivd Jákups millum fólkasløgini mitt ímillum hini mongu fólk sum leyva millum skógardýr, sum ungleyva millum seyðafylgi hon traðkar niður og skræðir sundur, har hon gongur fram, og eingin er, sum bjargar. Høg skal hond tín vera yvir óvinum tínum; allir fíggindar tínir skulu verða týndir. Tann dag sigur HARRIN skal Eg týna allar hestarnar, ið tú hevur, og forkoma vagnum tínum. Eg skal oyða býir lands tíns og bróta niður øll verndarvirki tíni. Eg skal beina burtur allan gand hjá tær; spámenn skulu ikki longur vera hjá tær. Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt. Eg skal bróta niður Asjerurnar í landi tínum og leggja býir tínar í oyði. Og í vreiði og bræði skal Eg hevna Meg á heidningafólkini, sum ikki hava viljað hoyrt. KAPITUL Harrin vil ikki hava offur, men rætt, kærleika og eyðmjúkleika, Dómurin yvir synd Jerúsalems, Hoyrið, hvat HARRIN sigur: Reis teg, ber søk tína fram fyri fjøllini, lat heyggjarnar hoyra rødd tína! Hoyrið søk HARRANS, tit fjøll, lurtið eftir, tit ævigu grundvøllir jarðarinnar! Tí HARRIN hevur søk móti fólki Sínum, og Hann gongur til dóms við Ísrael. Hvat havi Eg gjørt tær, fólk Mítt, og við hvørjum havi Eg troyttað teg! Vitna móti Mær! Eg leiddi teg út av Egyptalandi og loysti teg úr trælahúsinum, og Eg sendi Móses, Áron og Mirjam at ganga undan tær! Fólk Mítt! Minst ráðini, sum Balak kongur í Móab hevði lagt, og svarið, sum Bileam, sonur Beor, gav honum tað, ið hendi á vegnum úr Sittim til Gilgal so tú kanst skilja rættvísu gerðir HARRANS! ?Við hvørjum skal eg stíga fram fyri HARRAN, boyggja meg niður fyri Gudi á hæddini? Skal eg stíga fram fyri Hann við brenniofrum, við vetringum? Man HARRANUM líka veðrar í túsundtali, oljuløkir í tíggjutúsundtali? Skal eg lata hin frumborna mín fyri misbrot mítt, lívsfrukt mína sum syndoffur fyri sál mína?? Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum! Rødd HARRANS rópar á staðin, og eftir vísdómi hyggur navn Títt; hoyrið straffina, og hvør ið hevur ásett hana! Eru enn í húsi hins gudleysa skattir, ið hann hevur vunnið við gudloysi, og ein ov lítil efa, ein bannað? Kann eg vera reinur við vektskálum gudloysis og við følskum vektsteinum í punginum! Tú staður, hvørs ríkmenn eru fullir av órætti, og hvørs íbúgvar tala lygn og hava svikafulla tungu í munninum! Tí skal Eg eisini sláa teg við ólívssárum, forkoma tær fyri syndir tínar. Tú skalt eta, men ikki verða mettur líka tómur skalt tú vera innan; tú skalt ikki bjarga tí, sum tú krógvar burtur, og tað, ið tú bjargar, gevi Eg svørðinum. Tú skalt sáa, men ikki heysta, tú skalt persa oljuber, men ikki salva teg við olju; tú skalt persa vínber, men ikki drekka vín. Tí fyriskipanum Omri akta tey væl eftir og fylgja eftir øllum tí, sum hús Akabs hevur gjørt. Tit ganga eftir ráðum teirra, so at Eg noyðist at gera teg til oyðimørk, og tey, sum í tær búgva, til spott; vanæru fólks Míns skulu tit bera. KAPITUL Fólkið er spilt, Lyfti um frelsu, Vei mær! Mær hevur gingist, sum táið ávøksturin er savnaður um summarið, sum táið eftirhentingin aftan á vínheystið er liðug: Ikki vínber at eta, ikki fika, sum sál míni dámar! Tey, sum óttast Gud, eru horvin úr landinum, ikki menniskja er sannorðað; øll somul lúra tey eftir blóði, hvør maður roynir at fáa bróður sín í garn sítt. Við báðum hondum arbeiða tey uppá at fáa ilt at tykjast gott; høvdingin krevur, og dómarin er til reiðar fyri pening; stórmaðurin sigur, hvat hann vil hava, og soleiðis fløkja teir tað saman. Hin frægasti av teimum er sum tornarunnur, hin ærligasti verri enn tornagarður; dagurin, sum vaktarar* tínir hava talað um, heimsøking tín tey koma; tá verða tey ráðleys. Trúgvið ongum, ið stendur tykkum nær, lítið á ongan vin! Fyri henni, sum liggur í favni tínum, mást tú varða dyr muns tíns! Tí sonurin vanvirðir faðir sín, dóttirin setur seg upp móti móður síni, sonarkonan móti vermóður síni; húsfólk mansins er fíggindar hansara. Men eg skal skoða út eftir HARRANUM, bíða eftir Gudi frelsu mínar; Gud mín skal hoyra meg. Gleð teg ikki uppi yvir mær, fíggindi mín! Um eg so eri fallin, komi eg aftur á føtur; um eg so siti í myrkri, er HARRIN ljós mítt. Vreiði HARRANS skal eg bera tí eg havi syndað móti Honum inntil Hann flytur mál mítt og hjálpir mær til rætt mín; Hann skal leiða meg út í ljós, eg skal við gleði skoða rættvísi Hansara. Og fíggindi mín skal síggja tað og fyllast av skomm, hann, ið sigur við meg: ?Hvar er Hann, HARRIN Gud tín!? Eygu míni skulu hava frægd av at síggja hann; tí tá skal hann verða traðkaður niður sum skarn á gøtunum. Dagur kemur, táið múrar tínir skulu verða reistir aftur; tann dag skulu mark tíni verða flutt langt út. Tann dag skulu tey koma til tín líka úr Assur og býum Egyptalands, ja, úr Egyptalandi líka at Ánni, frá einum havi at øðrum og frá einum fjalli til annað. Men landið skal leggjast í oyði, og tað gera tey, sum í tí búgva, tað er løn fyri gerðir teirra. Røkta fólk títt við stavi tínum, fylgið, ið er arvur tín, tað, sum býr fyri seg sjálvt í skógi á Karmel! Lat tey liggja og eta í Basan og Gilead eins og í gomlum døgum! Eins og á teimum døgum táið tú fórt út av Egyptalandi, skal Eg lata teg síggja undurverk. Heidningarnir skulu síggja tað og skammast yvir alt veldi sítt; teir skulu leggja hond á munn, oyru teirra skulu verða deyv. Tey skulu sleikja dust sum ormurin; sum skriðdýrini á jørðini skulu tey bivandi koma út úr borgum sínum; til HARRAN Gud okkara skulu tey skelvandi koma og óttast teg. Hvør er Gud sum Tú, Gud, sum tekur burtur misbrot teirra og fyrigevur synd teirra, ið eftir eru av arvi Hansara! Hann goymir ikki í allar ævir vreiði Sína, tí Hann hevur hug at vísa náði. Hann skal aftur miskunna okkum, Hann skal traðka niður misbrot okkara. Tú skalt kasta allar syndir teirra í djúp havsins. Tú skalt vísa Jákupi trúfesti, Ábrahami náði sum Tú við eiði hevur lovað fedrum okkara í fornum døgum. Nahum KAPITUL Dómur yvir Assýria, Juda verður bjargað, Spádómur um Nineve. Bókin um tað, ið Nahum Elkositur sá. Strangur Gud og hevnari er HARRIN; hevnari er HARRIN og fullur av vreiði; hevnari er HARRIN mótstøðumonnum Sínum, ein, sum støðugt ber vreiði móti fíggindum Sínum. HARRIN er langmóðigur, men stórur í kraft; órevsaðan letur HARRIN aldri hin seka vera. Í ódnarveðri og stormi er vegur Hansara, og skýggj eru dustið undir fótum Hansara. Hann hóttir at sjónum og turkar hann upp, og Hann letur allar áir torna; Basan og Karmel følna, alt grønt á Libanon følnar. Fjøllini skelva fyri Honum, og heyggjarnir bráðna; jørðin lyftir seg upp fyri ásjón Hansara, jarðarríki og øll, ið har búgva. Hvør verður standandi, táið Hann verður illur! Hvør er mentur at bera brennandi vreiði Hansara! Vreiði Hansara geisar fram sum eldur, og fjøllini bresta sundur fyri Honum. HARRIN er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann. Men við vatnsflóð, sum leggur yvir alt, skal Hann gera enda á grundini, ið tað* stendur á, og myrkrið skal elta fíggindar Hansara. Hvat eru tað fyri ráð, tit leggja upp móti HARRANUM! Hann skal forkoma tykkum, heimsøkingin skal ikki koma tvær ferðir! Um teir so eru samanfløktir sum tornir og so fullir, sum fyllskapur teirra fær gjørt teir, skulu teir kortini verða brendir upp sum skróturrur hálmur. Úr tær* gekk út ein, sum hevði ilt í huga móti HARRANUM, ein, ið legði upp gudleys ráð. So sigur HARRIN: Hvussu sterkir og hvussu nógvir teir* so eru, skulu teir kortini verða skornir av og hvørva. Um Eg so havi plágað teg,** skal Eg ikki plága teg longur; nei, nú skal Eg bróta ok hansara av tær og slíta bond tíni. Men um teg* gevur HARRIN hetta boð: Eingin skal verða føddur meir, sum ber navn títt; úr húsi guds tíns skal Eg beina fyri bæði útskornum og stoyptum myndum; Eg skal gera tær grøv til tí tú ert funnin ov lættur! KAPITUL Harrin troystar Juda og hóttir Assýria. Hygg har á fjøllunum føtur hansara, sum kemur við góðum boðskapi, sum kunnger frið! Halt hátíðir tínar, Juda, ger eftir lyftum tínum! Tí hinir gudleysu skulu aldri uppaftur treingja seg inn í land títt teir eru allir oyddir. Ein kemur móti tær, sum ætlar at spjaða teg í allar ættir; halt vakt á skansunum, skoða út á vegin, styrk lendar tínar, savna alla styrki tína! Tí HARRIN reisir aftur stórleika Jákups og stórleika Ísraels; tí ránsmenn hava rænt teir og forkomið víntrøum teirra. Skjøldir kappa hansara eru reyðlitaðir; hermenn hansara eru klæddir í skarlak; vagnar hansara skyggja av stáli, tann dag hann ger teir til reiðar til bardaga, og spjótini verða reiggjað. Á gøtunum strúka vagnarnir avstað, teir fara við rúkandi ferð um torgini; teir eru sum kyndlar at síggja; sum snarljós fara teir avstað. Hann minnist veldigu kappar sínar; teir snáva, sum teir ganga; teir skunda sær fram at býmúrinum, men skjaldatakið er reist. Portrini út móti ánni verða latin upp, og kongshøllin gongur til enda av angist. Og tað stendur fast: Hon* verður úrlatin, flutt burtur, og gentur hennara kurra sum dúvur og sláa seg fyri bróstið. Nineve hevur verið sum tjørn, full av vatni, líka frá teimum døgum tað varð til. Men nú flýggja teir. ?Steðgið, steðgið!? Men eingin vendir sær á. Rænið silvur, rænið gull! Tí eingin endi er á skattunum, har eru alskyns dýrabarir lutir í yvirflóð. Oytt, forkomið og gjørt til einkis! Hjørtu í angist, knø, ið riða, og skjálvti í øllum lendum! Og øll andlit skifta lit! Hvar er nú bústaður leyvanna staðið, har hinar ungu leyvur ótu rán sítt, har sum leyvan og honleyvan gingu, og leyvuungin, uttan at nakar stygdi tey! Hvar er leyvan, ið rændi, inntil ungar hennara høvdu nóg mikið, og drap til honleyvur sínar, fylti bøli síni við ráni og bústaðir sínar við tí, sum hon hevði skrætt sundur! Ja, Eg skal venda Mær móti tær sigur HARRIN Gud herskaranna Eg skal brenna vagnar tínar lata teir fara upp í royk og ungu leyvum tínum skal svørðið gera enda á; Eg skal oyða rán títt av jørðini, og rødd sendiboða tína skal ikki hoyrast uppaftur! KAPITUL Hugmóð og straff Nineve. Vei blóðstaðnum, ið fullur er av lygn og yvirgangsverkum, allur sum hann er! Aldri gevur hann uppat at ræna! Smellandi koyril, skramblandi hjól, rennandi hestar, hoppandi vagnar, hestmenn, ið rúka avstað, skínandi svørð, skyggjandi spjót, mongd av dripnum, dungar av líkum! Ikki stendur til at telja hinar deyðu kropparnar, ein dettur um hinar deyðu kropparnar! Alt hetta kemur av hinum nógva siðloysi, ið hon dreiv, skøkjan, hin fagra, fulllærd í gandi, hon, ið seldi fólkasløg við siðloysi sínum og heilar ættir við gandi sínum. Men Eg skal venda Mær móti tær sigur HARRIN Gud herskaranna og Eg skal lyfta faldin á klæðum tínum upp fyri andlit títt og lata fólkasløg síggja teg nakna og ríki síggja skomm tína. Eg skal kasta skarn á teg, lata vanæru koma á teg og gera teg til sjónleik. Ein og hvør, ið fær teg at síggja, skal flýggja frá tær og siga: ?Nineve er oydd! Hvørjum man tykjast synd í henni!? Ja, hvar skal Eg leita tær eftir troystarum! Manst tú vera betri enn No-Amon, sum sat í hásæti millum Nilgreinarnar, við vatni rundan um seg, sum hevði hav til vernd og hav til múr! Etioparar í mongd og Egyptar, sum ikki stóð til at telja, hevði tað til hjálparmenn, Putearar og Libýarar. Eisini tað noyddist at fara í útlegd sum fangi, eisini smábørn tess vórðu sorað sundur á hvørjum vegamóti; um frægastu menn tess varð kastaður lutur, og allir stórmenn tess vórðu bundnir við leinkjum. Eisini tú skalt verða drukkin og frá tær sjálvari; eisini tú skalt leita tær eftir vernd móti fíggindanum. Øll verndarvirki tíni eru sum fikutrø við ávøksti, ið tíðliga er staðin; verða tey rist, detta fikurnar í munnin á tí, sum vil eta tær. Herfólkið, ið tú hevur hjá tær, er sum kvinnur; portur lands tíns standa á víðum veggi fyri fíggindum tínum; eldurin hevur oytt sláir tínar. Oys tær vatn at hava, meðan tú ert kringsett! Ger verndarvirki tíni sterk! Far út í evjuna og traðka leirið, gríp til tigulformin! Har skal eldurin oyða teg, svørðið týna teg, gera enda á tær sum bítararnir,* um tú so savnar tær skarar, so fjølmentar sum bítararnar, skarar, so fjølmentar sum grashoppurnar. Keypmenn tínir kunnu gjarna vera fleiri enn stjørnurnar á himli bítararnir breiddu út veingirnar og flugu avstað. Høvdingar tínir eru sum grashoppur; høvdingar tínir líkjast grashoppuflokki, ið setur seg á múrarnar kaldan dag; sólin kemur upp, og tær flúgva avstað, og eingin veit, hvat av teimum verður. Hirðar tínir eru sovnaðir, kongurin í Assur! Kappar tínir blunda; fólk títt er spjatt á fjøllunum, og eingin savnar tað. Skaða tín stendur ikki til at bøta, sár títt er ógrøðandi. Øll, ið hoyra tíðindini um teg, klappa saman hendur tí hvør fekk ikki samt og javnt óndskap tín at kenna! Nehemias KAPITUL Nehemias fær at vita standin í Jerúsalem, Hetta fær hann í sorg at søkja Harran, Frásøgn Nehemiasar, sonar Hakalja. Í kislev mánaði tjúgunda árið* eg var tá í borgini Susan kom Hanani, ein av brøðrum mínum, úr Juda, hann og nakrir aðrir. Eg spurdi teir tá eftir Jødunum leivdini, ið heimaftur var komin úr útlegdini og um Jerúsalem. Teir svaraðu mær: ?Tey, sum eftir eru aftan á útlegdina og nú eru har í landspartinum, eru í stórari neyð og vanæru, og múrar Jerúsalems eru niðurbrotnir, og portrini brend upp.? Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins. Og eg segði: ?Á HARRI Gud Himmalsins, Tú stóri, øgiligi Gud, sum heldur teimum sáttmálan og goymir teimum náði teimum, ið elska Teg og halda boð Tíni! Lat oyra Títt lurta eftir, og eygu Tíni vera opin, so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður sum eg nú biði fyri ásjón Tíni bæði dag og nátt fyri tænarum Tínum Ísraelsmonnum! Eg játti syndirnar, ið Ísraelsmenn hava gjørt sum vit hava gjørt móti Tær; bæði eg og hús faðirs míns hava syndað; vit hava borið okkum illa at móti Tær og ikki hildið boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi. Minst orðið, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi, táið Tú segði: ?Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini; men venda tit við til Mín og halda boð Míni og gera eftir teimum, skal Eg, um so hini burtriknu tykkara eru við enda himmalsins, savna tey haðani og lata tey koma til staðið, ið Eg havi útvalt, navni Mínum til bústað?! Tey eru tó tænarar Tínir og fólk Títt, sum Tú hevur loyst út við mikla mátti Tínum og sterku hond Tíni. Á Harri! Lat oyra Títt lurta eftir tí, sum tænari Tín biður og tænarar Tínir, teir, ið fegin vilja óttast navn Títt og lat tað eydnast tænara Tínum í dag, lat hann finna náði hjá hesum manni!? Eg var tá skeinkjari hjá kongi. KAPITUL Kongurin gevur Nehemiasi loyvi at fara til Jerúsalem. Hann kemur hagar og fyrireikar arbeiðið uppá múrin, Fíggindarnir spotta, Í nisan mánaði, tjúgunda árið ið Artaxerxes kongur sat við stýrið, einaferð ið vín var sett fyri hann, tók eg vínið og rætti kongi tað. Eg hevði ikki áður sæð sorgarbundin út, táið eg stóð fyri honum; kongur segði tí við meg: ?Hví ert tú so tungur? Tú ert jú ikki sjúkur; tað ber ikki annað til, enn tú hevur hjartasorg.? Tá varð eg ógvuliga ræddur; og eg segði við kong: ?Kongurin livi í allar ævir! Skuldi eg ikki verið tungur, táið býurin, har sum gravir fedra mína eru, liggur í oyði, og portur hansara eru brend upp!? Kongur spurdi meg nú: ?Hvat er tað tá, ið tú vilt?? Tá bað eg til Gud Himmalsins. Síðani segði eg við kong: ?Líkar konginum so, og hevur tú góðvild fyri tænara tínum, so biði eg teg um at senda meg til Juda, til býin, har sum gravir fedra mína eru, so eg fái bygt hann upp aftur.? Tá spurdi kongur meg drotning sat undir lið hansara -: ?Hvussu langa tíð tekur ferð tín? Nær kemur tú aftur?? Táið soleiðis líkaði kongi at senda meg, nevndi eg honum ásetta tíð. So segði eg við kong: ?Líkar konginum so, tá lat meg fáa brøv við til landstjórarnar hinumegin Ánna, so teir loyva mær at ferðast um lond síni, inntil eg komi til Juda, og eisini bræv til Asaf, umsjónarmann yvir skógum kongsins, at hann skal lata meg fáa við til porturbjálkar í borgina, sum hoyrir til templið, og við til býmúrin og húsið, ið eg skal búgva í!? Og kongur gav mær tað, av tí at Gud mín helt góðu hond Sína yvir mær. Táið eg kom til landstjórarnar hinumegin Ánna, fekk eg teimum brøv kongs. Kongur hevði eisini sent herhøvdingar og hestmenn við mær. Men táið Sanballat Horonitur og Tobias, hin ammonitiski tænarin, hoyrdu hetta, dámdi teimum ógvuliga illa, at ein var komin, sum ætlaði at virka Ísraelsmonnum til bata. Táið eg so var komin til Jerúsalem og hevði verið har tríggjar dagar, fór eg upp um náttina við nøkrum fáum monnum; men eg hevði ongum menniskja sagt, hvat Gud mín hevði lagt mær á hjarta at gera fyri Jerúsalem; og kríatúrið, ið eg reið á, var einasta kríatúr, ið eg hevði við mær. Eg fór um náttina út um Dalsportur, yvir ímóti Drekakeldu og kom at Mykjuportri. Eg hugdi at múrum Jerúsalems, hvussu teir vóru rivnir niður, og hvussu portrini vóru brend upp. So fór eg yvir at Kelduportri og til Kongstjørn; men har var so trongt, at kríatúrið, ið eg reið á, vann ikki fram við mær. Eg fór tá um náttina niðan í dalin og hugdi at múrinum; síðani fór eg inn aftur um Dalsportur og fór heim. Yvirmenninir vitstu ikki, hvar eg hevði verið, og hvat eg ætlaði at gera; tí eg hevði einki nevnt um tað enn fyri Jødunum, prestunum, stórmonnunum, yvirmonnunum ella hinum, ið komu at fáa við arbeiðið at gera. Men nú segði eg við teir: ?Tit síggja sjálvir, hvussu illa vit eru staddir, at Jerúsalem liggur í oyði, og at portur tess eru brend upp; komið, latið okkum byggja múrar Jerúsalems upp aftur, so vit ikki longur verða hildnir fyri spott!? Og eg segði teimum, hvussu Gud mín hevði hildið góðu hond Sína yvir mær, og somuleiðis, hvat kongur hevði sagt við meg. Tá søgdu teir: ?Vit skulu gera okkum til reiðar og byggja!? Og teir fóru fúsir undir hetta góða verk. Táið Sanballat Horonitur, hin ammonitiski tænarin Tobias og Gesem Arabari frættu hetta, speiróku teir okkum og vístu okkum vanvirðing og søgdu: ?Hvat er tað, ið tit havast at! Ætla tit at seta tykkum upp móti kongi?? Men eg gav teimum hetta svar: ?Gud Himmalsins skal lata tað eydnast okkum, og vit, tænarar Hansara, skulu gera okkum til reiðar og byggja; men tit hava hvørki lut ella rætt ella minni í Jerúsalem!? KAPITUL Farið verður undir at arbeiða uppá múrin. Eljasib høvuðsprestur og brøður hansara, prestarnir, gjørdu seg nú til reiðar og reistu Seyðaportur; teir halgaðu tað og settu hurðarnar í tað; síðani laðaðu teir longur, at Meatorni sum teir halgaðu og longur enn, at Hananeltorni. Næstir teimum laðaðu Jerikomenn, og næstur teimum Zakkur, sonur Imri. Fiskaportur reistu eftirkomarar Sena'a; teir smíðaðu tað upp og settu í tað hurðar, lás og sláir. Næstur teimum arbeiddi Meremot, sonur Uria, son Hakkoz, uppá at væla um múrin. Næstur honum arbeiddi Mesullam, sonur Berekja, son Mesezabel, og næstur honum Zadok, sonur Ba'ana. Næstir honum arbeiddu Tekoamenn; men hinir stóru millum teirra boygdu ikki hálsin undir arbeiðið fyri Harra sín. Jójada, sonur Pasea, og Mesullam, sonur Besodja, vældu um Gamlaportur; teir smíðaðu tað upp og settu í tað hurðar, lás og sláir. Næstir teimum arbeiddu Melatja Gibeonitur og Jadon Meronotitur saman við monnunum úr Gibeon og Mizpa, sum stóðu undir landstjóranum hinumegin Ánna. Næstur teimum arbeiddi Uzziel, sonur Harhaja, gullsmiður, og næstur honum Hananja, ein av salvublandarunum. Næsta stykkið av Jerúsalem gjørdu teir einki við, líka at Breiðamúri.* Næstur teimum arbeiddi Refaja, sonur Hur, høvdingin yvir helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Jerúsalem. Næstur honum arbeiddi Jedaja, sonur Harumaf, beint yvir av húsi sínum, og næstur honum Hattus, sonur Hasabneja. Malkia, sonur Harim, og Hassub, sonur Pahat-Móab, vældu um eitt annað stykki, og harumframt um Ovnstorn. Næstur honum arbeiddi Sallum, sonur Hallohes, høvdingin yvir hini helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Jerúsalem, og saman við honum døtur hansara. Hanun og menninir úr Zanoa vældu um Dalsportur; teir reistu tað og settu í tað hurðar, lás og sláir; teir laðaðu eisini alin av múrinum líka at Mykjuportri. Malkia, sonur Rekab, høvdingin yvir landinum, ið hoyrdi undir Bet-Hakkerem, vældi um Mykjuportur; hann reisti tað og setti í tað hurðar, lás og sláir. Sallun, sonur Kol-Hoze, høvdingin yvir landinum, ið hoyrdi undir Mizpa, vældi um Kelduportur; hann reisti tað, gjørdi tak á tað og setti í tað hurðar, lás og sláir; somuleiðis laðaði hann múrin við Vatnveitingartjørn, við urtagarð kongs, líka at trappunum, ið ganga oman úr Dávidsstaði. Næstur eftir honum arbeiddi Nehemias, sonur Azbuk, høvdingin yvir aðrari helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Bet-Zur, líka til beint yvir av Dávidsgrøvum og til hina grivnu tjørnina og hús kappanna. Næstir eftir honum arbeiddu Levitarnir; Rehum, sonur Bani, var yvir teimum. Næstur honum arbeiddi Hasabja, høvdingin yvir aðrari helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Ke'ila fyri tað landið, ið hann var høvdingi yvir. Næstir eftir honum arbeiddu brøður teirra; yvir teimum var Bavvai, sonur Henadad, høvdingin yvir hini helvtini av landinum, ið hoyrdi undir Ke'ila. Næstur honum arbeiddi Ezer, sonur Josva, høvdingin yvir Mizpa, uppá eitt annað stykki, frá beint yvir av har sum niðan verður gingið til vápnahúsið í Horninum. Næstur eftir honum arbeiddi Baruk, sonur Zabbai, ógvuliga dúgliga uppá eitt annað stykki, frá Horninum líka at durunum á húsi Eljasibs høvuðsprests. Næstur eftir honum arbeiddi Meremot, sonur Uria, son Hakkoz, uppá eitt annað stykki, frá durunum á húsi Eljasibs líka til endan á húsi hansara. Næstir eftir honum arbeiddu prestarnir, menninir av Jordanslættanum. Næstir eftir teimum arbeiddu Benjamin og Hasub beint yvir av húsum sínum. Næstur eftir teimum arbeiddi Azarja, sonur Ma'aseja, son Ananja, hjá húsi sínum. Næstur eftir honum arbeiddi Binnui, sonur Henadad, uppá eitt annað stykki, frá húsi Azarja líka at Horninum, og hagar sum múrurin sneiðir. Palal, sonur Uzai, arbeiddi frá staðnum beint yvir av Horninum og torninum, ið gongur út úr hini ovaru kongshøllini, við fangahúsgarðin. Næstur eftir honum arbeiddi Pedaja, sonur Paros. Tempultænararnir búðu á Ofel líka til staðið beint yvir av Vatnsportri móti eystri og torninum, ið gongur útúr har. Næstir eftir honum arbeiddu Tekoamenn uppá eitt annað stykki, frá staðnum beint yvir av hinum stóra torninum, ið gongur útúr har, líka at Ofelsmúri. Oman fyri Rossaportur arbeiddu prestarnir, hvør beint yvir av húsi sínum. Næstur eftir teimum arbeiddi Zadok, sonur Immer, beint yvir av húsi sínum. Næstur eftir honum arbeiddi Semaja, sonur Sekanja, sum hevði vaktina við Eysturportur. Næstir eftir honum arbeiddu Hananja, sonur Selemja, og Hanun, sætti sonur Zalaf, upp á eitt annað stykki. Næstur eftir teimum arbeiddi Mesullam, sonur Berekja, beint yvir av kamari sínum. Næstur eftir honum arbeiddi Malkia, ein av gullsmiðunum, líka at húsum tempultænaranna og keypmannanna, beint yvir av Mifkadportri, og líka at Hornssali. Og millum Hornssal og Seyðaportur arbeiddu gullsmiðirnir og keypmenninir. KAPITUL Fíggindarnir spotta og royna at forða arbeiðinum. Táið nú Sanballat frætti, at vit laðaðu múrin, tendraðist vreiði hansara; fúkandi ilt kom í hann, og hann speirak Jødarnar og segði, so brøður hansara og herfólkið í Samaria hoyrdu: ?Hvat er tað, ið Jødarnir, hasi vesælavættini, havast at! Skulu teir sleppa at gera slíkt! Skulu teir sleppa at ofra! Teir munnu fara at fullføra verkið í dag! Teir munnu fara at blása lív í steinarnar í hesum eyrdungum, hóast teir eru brendir!? Og Tobias Ammonitur, sum hjá honum stóð, segði: ?Lat teir byggja, sum teir vilja! Bert ein revur loypur upp á steinvegg teirra, rívur hann hann niður!? Gud okkara! Hoyr, hvussu vit eru háðaðir! Lat spott teirra falla aftur á teirra egna høvd, og lat teir verða háðaðar sum fangar í fremmandum landi! Fjal ikki misgerð teirra, og lat synd teirra ikki verða útstrikaða fyri ásjón Tíni! Tí teir eggjaðu Teg til vreiði, og tað so teir, ið byggja, hoyrdu. Vit hildu so fram at laða múrin, og allur múrurin varð gjørdur liðugur upp í helvt og fólkið var hugagott í arbeiðinum. Men táið Sanballat og Tobias og Arabarar, Ammonitar og Asdoditar hoyrdu, at fram gekk við umvæling múra Jerúsalems, og at liðini fóru at vera upplaðað, kom ógvuliga ilt í teir. Og teir svóru seg allir saman um at koma og herja á Jerúsalem og forða fólkinum í arbeiðinum. Men vit bóðu til Gud okkara, og vit settu vakt ímóti teimum dag og nátt, av ótta fyri teimum. Jødarnir søgdu nú: ?Teir, ið bera, orka ikki longur eyrdungarnir eru ov stórir vit komast ikki út fyri at laða múrin!? Og fíggindar okkara søgdu: ?Teir skulu ongum vita av og einki vara, fyrrenn vit standa mitt ímillum teirra og høgga teir niður og soleiðis gera enda á verkinum!? Við tað at nú Jødarnir, sum vóru grannar teirra, komu úr øllum ættum og søgdu við okkum ikki undir tíggju ferðir: ?Tit mugu koma aftur til okkara!? so læt eg fólkið standa á teimum lægstu støðunum aftan fyri múrin, á teimum opnu plássunum; har læt eg teir standa eftir ættum teirra, við svørðum, spjótum og bogum teirra. Og táið eg hevði kannað teir, steig eg fram og segði við stórmenninar og yvirmenninar og hitt fólkið: ?Ikki skulu tit ræðast teir! Minnist Harran, hin stóra og øgiliga, og berjist fyri brøður, synir og døtur tykkara, fyri konur og hús tykkara!? Táið fíggindar okkara hoyrdu, at vit høvdu fingið tað at vita, og at Gud hevði gjørt ráð teirra til einkis, fóru vit allir aftur til múrin, hvør til arbeiði sítt. Men frá tí degi tókst bert helvtin av tænarum mínum við arbeiðið; hin helvtin stóð har við spjótum, skjøldum, bogum og brynjum sínum, og høvdingarnir stóðu aftan fyri allar Judamenn. Teir, ið laðaðu upp múrin, og teir, ið løgdu á seg og bóru byrðar, gjørdu arbeiði sítt við aðrari hondini og hildu spjótið í hini; allir teir, ið laðaðu, vóru gyrdir við svørði um lendarnar, meðan teir arbeiddu, og hornblásarin stóð hjá mær. Og eg segði við teir stóru og yvirmenninar og hitt fólkið: ?Arbeiðið er stórt og vítt um, og vit eru spjaddir á múrinum, hvør langt frá øðrum; har sum tit nú hoyra hornið ljóða, hagar skulu tit savnast um okkum; Gud okkara skal berjast fyri okkum!? Soleiðis gjørdu vit nú arbeiði okkara; helvtin av fólkinum helt á spjótunum frá tí tað lýsti av morgni, inntil stjørnurnar fóru at síggjast. Um somu tíð segði eg eisini við fólkið: ?Hvør maður skal við tænara sínum verða um náttina í Jerúsalem, so vit kunnu hava teir til vakt um náttina og til arbeiðis um dagin!? Og eg og brøður mínir, tænarar mínir og vaktin, ið við mær fylgdi eingin av okkum fór úr klæðunum; hvør maður hevði hjá sær spjót sítt og vatn. KAPITUL Nehemias hjálpir hinum fátæku, Um atferð hansara, Men nú varð ógvuligt róp millum fólkið og konur teirra undan Jødunum, brøðrum teirra. Summi søgdu: ?Vit eru mong, vit og synir og døtur okkara; latið okkum fáa korn, so vit hava at eta og kunnu bjarga lívinum!? Summi søgdu: ?Markir, víngarðar og hús okkara noyðast vit at seta í pant; latið okkum fáa korn at stilla hungurin við!? Uppaftur summi søgdu: ?Vit hava lænt pening uppá markir og víngarðar okkara fyri at fáa latið skattin til kong! Og likam okkara eru tó líka góð sum likam brøðra okkara, og børn okkara líka góð sum børn teirra; men vit noyðast at geva synir og døtur okkara til trælir, ja, summar døtur okkara eru longu vorðnar trælkvinnur, og vit eru einki ment at gera við tað; tí markir og víngarðar okkara hoyra øðrum til.? Táið eg hoyrdi róp teirra og hoyrdi hesi orð, kom ógvuliga ilt í meg; og táið eg hevði hugsað um hetta fyri meg sjálvan, hevði eg at teimum stóru og yvirmonnunum og segði við teir: ?Tit dríva jú okur við brøður tykkara!? Síðani stevndi eg saman stórum fólkafundi móti teimum og segði við teir: ?Eftir evnum okkara hava vit keypt leysar Jødarnar, brøður okkara, sum seldir vóru heidningunum; skulu tit nú selja brøður tykkara! Skulu teir noyðast at selja okkum seg!? Tá tagdu teir og vitstu einki at svara. So segði eg: ?Tað er ikki beint, sum tit bera tykkum at! Áttu tit ikki heldur at livað í ótta fyri Gudi okkara, so ikki heidningarnir, fíggindar okkara, fáa grund at háða okkum! Eisini eg og brøður mínir og tænarar mínir hava lænt teimum pening og korn; latið okkum geva hesa skuld eftir! Latið tey nú, og tað í dag, fáa markir, víngarðar og oljugarðar sínar og hús síni aftur, og gevið teimum eftir renturnar av peninginum, korninum, víninum og oljuni, ið tit hava lænt teimum!? Tá svaraðu teir: ?Vit skulu lata tað aftur og ikki krevja tey eftir nøkrum vit skulu gera, sum tú sigur!? Eg tók teir tá eftir at eg hevði sent boð eftir prestunum í eið uppá, at teir skuldu gera so. Eg risti eisini kappalumma mín og segði: ?Soleiðis skal Gud rista hvønn mann, ið heldur ikki hetta orð, út úr húsi og góðsi hansara so útristur og tómur skal hann verða!? Og alt fólkið segði: ?Amen!? Og teir lovaðu HARRANUM, og fólkið gjørdi, sum tað hevði lovað. Frá tí degi eg varð settur til landstjóra í Judalandi frá tjúgunda ári til annað og tríatinda ár ið Artaxerxes sat við stýrið, í samfull tólv ár hava hvørki eg ella brøður mínir havt kostin, ið landstjórin átti. Men hinir fyrru landstjórarnir, teir, ið undan mær høvdu verið, lógu fólkinum til byrði og høvdu breyð og vín frá teimum og haraftrat seklar av silvuri; um tað so vóru tænarar teirra, spældu teir harrar yvir fólkinum. Men eg gjørdi ikki so, tí eg óttaðist Gud. Eg var eisini sjálvur við í arbeiðinum uppá henda múr, og akur hava vit ongan keypt okkum; og allir tænarar mínir hava verið savnaðir og arbeitt har. Jødarnir og yvirmenninir, mans, ótu við borð mítt, umframt teir, ið komu til okkara frá heidningafólkunum rundan um okkum. Tað, ið tilgjørt varð um dagin, var eitt neyt og seks útvald kríatúr av smáfæi, umframt fuglar, og alt hetta galt eg sjálvur. Tíggjundahvønn dag var alskyns vín í yvirflóð og kortini kravdi eg ikki kostin, ið landstjórin átti; tí arbeiðið lá tungt á hesum fólki. Minst meg, Gud mín, og rokna mær til góða alt tað, ið eg havi gjørt fyri hetta fólk! KAPITUL Múrurin verður liðugur, tóat fíggindarnir hava roynt at forða tí. Táið nú Sanballat, Tobias, Gesem Arabari og hinir fíggindar okkara frættu, at eg hevði fingið múrin upp at standa, og at eingi lið vóru á honum longur tó hevði eg tá ikki enn sett hurðar í portrini sendu Sanballat og Gesem mær boð og lótu siga: ?Kom, lat okkum koma saman í onkrari bygd í Onodali!? Men teir høvdu ilt í huga móti mær. Tí sendi eg teimum boð og læt siga: ?Eg takist við stórt arbeiði og kann tí ikki koma hagar; skal arbeiðið liggja á láni, tí eg gangi frá tí og komi hagar til tykkara!? Fýra ferðir sendu teir mær somu boð, og hvørja ferð gav eg teimum sama svar. Tá sendi Sanballat fimtu ferð tænara sín til mín við somu boðum, og hann hevði opið bræv við sær. Í tí stóð: ?Tey tíðindi ganga millum fólkini og Gasmu sigur tað sama at tú og Jødarnir ætla at reisa tykkum móti kongi tí er tað, tú laðar upp múrin og tú skalt vera kongur teirra siga somu tíðindi. Tú skalt eisini hava fingið tær profetar at rópa út í Jerúsalem um teg, at tú ert kongur í Juda. Hesi tíðindi fer kongur nú at frætta; kom tí og lat okkum samráðast!? Men eg sendi honum boð og læt svara: ?Einki er í øllum hasum, ið tú tosar um; hatta er nakað, ið tú sjálvur hevur sett saman!? Tí teir royndu allir at loypa ræðslu á okkum og hugsaðu, at vit tá skuldu missa mótið og gevast við arbeiðinum, so tað varð ógjørt. Men styrk Tú nú hendur mínar! Táið eg einaferð kom inn hjá Semaja, syni Delaja, son Mehetabel, inn í hús hansara hann helt seg inni júst tá segði hann: ?Lat okkum saman fara inn í hús Guds, inn í templið, og síðani steingja tempuldyrnar! Tí teir koma og ætla at drepa teg, ja, teir koma í nátt at drepa teg!? Men eg svaraði: ?Skal ein maður sum eg flýggja! Og hvussu kann ein maður sum eg* fara inn í templið og tó sleppa at liva! Eg fari ikki inn hagar!? Tí eg skilti greitt, at tað var ikki Gud, ið hevði sent hann, men at hann spáaði mær hetta, av tí at Tobias og Sanballat høvdu leigað hann til tað. Hann var leigaður at loypa ræðslu á meg, so eg gjørdi, sum hann segði, og misbreyt meg; tá hevði borið teimum til at fingið meg í ringt orð og spilt meg út. Minst Tobiasi og Sanballat handa atburð teirra, Gud mín, og somuleiðis Noadju profetinnu og hinum profetunum, ið royndu at ræða meg! Múrurin var liðugur tann fimta og tjúgunda í elul mánaði; tað hevði tikið dagar. Táið allir fíggindar okkara frættu hetta, og øll fólkini rundan um okkum sóu tað, minkaðu teir nógv í sínum egnu eygum, og teir skiltu, at hetta verk var útint við hjálp Guds okkara. Í hesi tíðini sendu eisini teir stóru í Juda mong brøv til Tobias, og brøv komu aftur til teirra frá Tobiasi. Tí mangir í Juda vóru við eiði bundnir til hansara; hann var jú dótturmaður Sekanja, son Ara, og sonur hansara Jóhanan var giftur við dóttur Mesullam, son Berekja. Teir plagdu eisini at tosa gott um hann fyri mær, og teir bóru honum aftur tað, ið eg segði. Tobias sendi eisini brøv til at ræða meg. KAPITUL Nehemias tryggjar býin, sum lítið fólk býr í, Listi yvir teir, ið heimaftur komu úr Bábel, Táið múrurin var komin at standa, setti eg hurðarnar í, og duravaktararnir, sangararnir og Levitarnir vórðu settir til arbeiði sítt. Eg setti yvir Jerúsalem Hanani, bróður mín, og saman við honum Hananja, høvuðsmann borgarinnar; tí hann var álítandi og gudóttandi maður sum fáir. Eg segði við teir: ?Portur Jerúsalems skulu ikki latast upp, fyrrenn sólin er høgt á luftini; og meðan teir* enn standa har, skulu hurðarnar latast aftur og læsast. Og tit skulu seta vakt menn, sum búgva í Jerúsalem hvønn á vaktarstað sítt og hvønn uttan fyri hús sítt.? Býurin var víður um og stórur; men lítið av fólki búði í honum, og nýggj hús vóru eingi bygd. Tá skeyt Gud mín mær inn at savna saman teir stóru, yvirmenninar og fólkið til at lata teir skriva á ættarlistar. Og tá fann eg ættarbókina, sum teir stóðu í, sum fyrstir vóru farnir heim; har fann eg skrivað: Hetta eru menninir úr landspartinum*, sum fóru heim úr útlegdini í hinum fremmanda landi; Nebukadnezar bábelskongur hevði flutt teir burtur, men nú fóru teir aftur til Jerúsalem og Juda, hvør til bý sín; teir komu í fylgi við Zerubbabel, Josva, Nehemiasi, Azarja, Ra'amja, Nahamani, Mordokai, Bilsan, Misperet, Bigvai, Nehum og Ba'ana. Tal mannanna av Ísraelsfólki var: Eftirkomarar Paros: eftirkomarar Sefatja: eftirkomarar Ara; eftirkomarar Pahat-Móabs eftirkomarar Josva og Jóabs -: eftirkomarar Elams: eftirkomarar Zattu: eftirkomarar Zakkai: eftirkomarar Binnui: eftirkomarar Bebai: eftirkomarar Azgads: eftirkomarar Adonikams: eftirkomarar Bigvai: eftirkomarar Adins: eftirkomarar Aters frá Ezekiasi -: eftirkomarar Hasums: eftirkomarar Bezai: eftirkomarar Harifs: ættaðir úr Gibeon: ættaðir úr Betlehem og Netofa: menn úr Anatot: menn úr Bet-Azmavet: menn úr Kirjat-Jearim, Kefira og Be'erot: menn úr Rama og Geba: menn úr Mikmas: menn úr Betel og Ai: menn úr hinum Nebo: eftirkomarar hins Elams: eftirkomarar Harims: ættaðir úr Jeriko: ættaðir úr Lod, Hadid og Ono: ættaðir úr Sena'a: Prestarnir vóru: Eftirkomarar Jedaja av ætt Josva -: eftirkomarar Immers: eftirkomarar Pashurs: eftirkomarar Harims: Levitarnir vóru: Eftirkomarar Josva av ætt Kadmiels, av eftirkomarum Hodeva -: Sangararnir vóru: Eftirkomarar Asafs: Duravaktararnir vóru: Eftirkomarar Sallums, Aters, Talmons, Akkubs, Hatita og Sobai: Tempultænararnir vóru: Eftirkomarar Ziha, Hasufa, Tabbaots, Keros, Sia, Padons, Lebana, Hagaba, Salmai, Hanans, Giddels, Gahars, Reaja, Rezins, Nekoda, Gazzams, Uzza, Pasea, Besai, Me'unita, Nefusita, Bakbuks, Hakufa, Harhurs, Bazluts, Mehida, Harsa, Barkos, Sisera, Tama, Nezia og Hatifa. Eftirkomarar tænara Sálomos vóru: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Perida, Ja'ala, Darkons, Giddels, Sefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebajims og Amons. Tempultænararnir og eftirkomarar tænara Sálomos vóru tilsamans Hesir vóru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsa, Kerub, Addon og Immer, men sum ikki vóru førir fyri at greiða frá ætt síni og uppruna sínum um teir vóru av Ísrael -: Eftirkomarar Delaja, Tobiasar og Nekoda: Og av prestunum: Eftirkomarar Habaja, Hakkoz og Barzillai hann, sum hevði tikið dóttur Barzillai Gileadit til konu og var uppkallaður eftir teimum. Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir stongdir úti frá prestadøminum; og landstjórin segði við teir, at teir máttu ikki eta av hinum háheilaga, fyrrenn prestur við urim og tummim var komin. Øll samkoman var tilsamans umframt tænarar og arbeiðskonur teirra sum vóru teir høvdu eisini sangarar og sangarinnur. Hestar teirra vóru múldýrini kamelarnir og eslini Summir ættarhøvdingarnir lótu gávur til arbeiðið. Landstjórin gav til kassan darikar í gulli, harumframt skálir og prestakyrtlar. Og summir ættarhøvdingarnir góvu til arbeiðskassan: darikar í gulli og minur í silvuri. Og tað, ið hitt fólkið gav, var darikar í gulli, minur í silvuri og prestakyrtlar. Bæði prestarnir, Levitarnir, duravaktararnir, sangararnir, nakað av fólkinum, tempultænararnir og annars alt Ísrael búsettist í býum sínum. Táið sjeyndi mánaður kom, búðu Ísraelsmenn í býum sínum. KAPITUL Ezra lesur lógina upp fyri fólkinum, Leyvsalahøgtíðin, Alt fólkið savnaðist nú saman sum ein maður á torginum framman fyri Vatnsportur; og teir bóðu Ezra, hin skriftlærda, fara eftir bókini við Móselóg, sum HARRIN hevði givið Ísrael. Ezra prestur fór tá eftir lógini og legði hana fram fyri samkomuna, fyri bæði menn og kvinnur og øll, sum dugdu at skilja tað, ið tey hoyrdu; tað var tann fyrsta í sjeynda mánaði. Hann las upp úr henni við torgið framman fyri Vatnsportur, frá tí tað lýsti og til middags fyri monnunum og kvinnunum og teimum, ið dugdu at skilja; alt fólkið lurtaði eftir tí, sum í lógbókini stóð. Ezra, hin skriftlærdi, stóð á træpalli, ið gjørdur var til hetta; hjá honum stóðu undir høgru lið Mattitja, Sema, Anaja, Uria, Hilkia og Ma'aseja, og undir vinstru lið Pedaja, Misael, Malkia, Hasum, Hasbaddana, Zakarja og Mesullam. Ezra læt so bókina sundur fyri eygum als fólksins tí hann stóð hægri enn øll hini; og táið hann læt hana sundur, reistist alt fólkið. Ezra lovaði HARRANUM, hinum stóra Gudi, og við upplyftum hondum svaraði alt fólkið: ?Amen, amen!? Og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM við andlitinum til jarðar. Josva, Bani, Serebja, Jamin, Akkub, Sabbetai, Hodia, Ma'aseja, Kelita, Azarja, Józabad, Hanan, Pelaja og hinir Levitarnir útløgdu fólkinum lógina; men fólkið varð standandi, har sum tað stóð. Teir lósu skilliga upp úr bókini, úr lóg Guds, og útløgdu hana fyri fólkinum, so tey fataðu tað, ið lisið varð. Síðani søgdu Nehemias landstjóri, Ezra prestur, hin skriftlærdi, og Levitarnir, ið lærdu fólkið teir søgdu við alt fólkið: ?Hesin dagur er halgaður HARRANUM Gudi tykkara! Syrgið ikki og grátið ikki!? Tí alt fólkið græt, táið tey hoyrdu tað, sum í lógini stóð. Og hann segði við tey: ?Farið nú og etið feitan mat og drekkið søtar drykkir, og sendið teimum gávur burturav, sum einki er tilgjørt til! Tí hesin dagur er halgaður Harra okkara syrgið ikki, tí gleði í HARRANUM er styrki tykkara!? Eisini Levitarnir royndu at fáa alt fólkið at halda seg stilt og søgdu: ?Verið still, tí dagurin er heilagur syrgið ikki!? Tá fór alt fólkið og fekk sær at eta og drekka; og tey sendu gávur og hildu stóra gleðihøgtíð; tí tey høvdu fatað tað, ið talað var til teirra. Dagin eftir savnaðust ættarhøvdingar als fólksins og prestarnir og Levitarnir hjá Ezra, hinum skriftlærda, til at fáa gjøllari greiði á tí, sum í lógini stóð. Teir funnu tá skrivað í lógini lógini, ið HARRIN hevði givið við Mósesi at á høgtíðini í sjeynda mánaði skuldu Ísraelsmenn búgva í leyvhúsum, og at teir skuldu kunngera og lata boða í øllum býum sínum og í Jerúsalem: ?Farið niðan í fjøllini og hentið leyv av oljutrøum og villum oljutrøum, av myrtustrøum, pálmum og øðrum trøum, ið hava tætt leyv, og gerið leyvhús, soleiðis sum fyriskrivað er!? Fólkið fór tá út og hentaði leyv, og tey gjørdu sær leyvhús á tekjum og í gørðum, hvør í sínum lagi, somuleiðis í forgørðum húss Guds, á torginum framman fyri Vatnsportur og á torginum framman fyri Efra'imsportur. Og øll samkoman, ið komin var aftur úr útlegdini, gjørdi leyvhús og búði í teimum. Hetta høvdu Ísraelsmenn ikki gjørt, líka frá teirri tíð ið Josva, sonur Nun, livdi og til tann dag. Og har var ovurhonds stór gleði. Hvønn dag varð lisið upp úr lógbók Guds, frá fyrsta degi líka til síðsta dag; tey hildu høgtíð í sjey dagar, og áttanda dagin var hátíðarsamkoma soleiðis sum fyriskrivað var. KAPITUL Fólkið heldur føstudag, Teir biðja og játta synd fólksins, Tann fjórða og tjúgunda í sama mánaði savnaðust Ísraelsmenn og hildu føstu í syrgibúna og við mold á høvdinum. Tey, ið vóru av ætt Ísraels, skiltu seg frá øllum útlendingum og stigu so fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína. Síðani vórðu tey standandi, har sum tey vóru, og lisið varð fyri teimum úr lógbók HARRANS Guds teirra fjórðingin av deginum; annan fjórðingin av deginum játtaðu tey syndir sínar og tilbóðu HARRAN Gud sín. Á levitapallinum stóðu Josva, Bani, Kadmiel, Sebanja, Bunni, Serebja, Bani og Kenani og róptu hart til HARRAN Gud sín. Og Levitarnir Josva, Kadmiel, Bani, Hasabneja, Serebja, Hodia, Sebanja og Petaja søgdu: ?Reisið tykkum og lovið HARRANUM Gudi tykkara frá ævi til ævi! Ja, lovað veri dýra navn Títt, sum er hægri enn alt lov og prís! Eina Tú ert HARRIN; Tú hevur skapt Himlarnar og Himlar Himlanna og allan her teirra, jørðina og alt, ið henni er á, høvini og alt, sum teimum er í; Tú gevur tí øllum lív, og herur Himmalsins tilbiður Teg. Tað var Tú, HARRI Gud, ið útvaldi Ábram, leiddi hann út úr Ur í Kaldea og gavst honum navnið Ábraham. Tú fanst hjarta hansara fast í trúnni fyri ásjón Tíni, og Tú gjørdi tann sáttmála við hann, at Tú skuldi geva avkomi hansara land Kána'anita, Hetita, Amorita, Perizita, Jebusita og Girgasita; og Tú heltst orð, tí Tú ert rættvísur. Tú sást, hvussu neyðstaddir fedrar okkara vóru í Egyptalandi, og Tú hoyrdi róp teirra við Reyðahav; Tú gjørdi tekin og undur á Farao, á allar tænarar hansara og alt fólkið í landi hansara; tí Tú vitsti, at teir høvdu borið seg hugmóðiga at við teir. Soleiðis vanst Tú Tær stórt navn sum er tað sama enn í dag. Tú kleyvst havið fyri teimum, og tey fóru á turrum mitt ígjøgnum havið; men teimum, ið eltu teir, stoytti Tú í djúpið, so teir sukku sum steinar í veldigum vøtnum. Tú leiddi tey í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina, til at lýsa teimum á leiðini, ið tey skuldu ganga. Tú komst niður á Sinaifjall og talaði við tey av himli; Tú gavst teimum rættvís lógboð og álítandi lógir, góðar fyriskipanir og góð boð. Tú kunngjørdi teimum heilaga sabbat Tín; Tú gavst teimum við tænara Tínum Mósesi boð, fyriskipanir og lógir. Tú gavst teimum breyð av himli, táið tey hungraðu, og lætst vatn koma út úr klettinum til teirra, táið tey tystu. Og Tú segði við teir, at teir skuldu fara inn og taka í ogn landið, sum Tú við upplyftari hond hevði svorið at geva teimum. Men teir fedrar okkara vóru hugmóðigir og harðvunnir og lurtaðu ikki eftir boðum Tínum. Teir vildu ikki akta og mintust ikki undrini, ið Tú hevði gjørt fyri teir; teir vóru harðvunnir og valdu sær høvdinga og ætlaðu í treiskni sínum at fara aftur í trældóm sín. Men Tú ert Gud, sum fyrigevur náðigur, miskunnsamur, langmóðigur og ríkur í mildleika; Tú vendi teimum ikki bakið. Nei, tóat teir gjørdu sær stoyptan kálv og søgdu: ?Hetta er gudur tín, hann, sum leiddi teg út av Egyptalandi!? og tóat teir spottaðu Teg so ræðuliga, vendi Tú teimum kortini ikki bakið í oyðimørkini Tú ert miskunnsamari enn so! Skýstólpin veik ikki frá teimum um dagin, men leiddi tey á ferðini, og líka lítið veik eldstólpin frá teimum um náttina, nei, hann lýsti teimum á leiðini, ið tey skuldu ganga. Tú gavst teimum góða Anda Tín at læra tey; Tú sýtti ikki munni teirra manna Títt, og Tú gavst teimum vatn, táið tey tystu. ár í oyðimørkini gavst Tú teimum tað, ið teimum tørvaði; teimum fattaðist einki, klæði teirra slitust ikki út, og føtur teirra hovnaðu ikki. Tú gavst teimum ríki og fólk, sum Tú skifti út til teirra allastaðni; teir tóku í ogn landið, sum Sihon kongur í Hesbon átti, og landið, sum Og kongur í Basan átti. Tú lætst avkom teirra verða so nógv í tali sum stjørnurnar á himli, og Tú leiddi teir inn í landið, sum Tú hevði lovað fedrum teirra, at teir skuldu koma inn í og taka í ogn. Børnini komu tá nú og tóku landið í ogn; Tú lætst teir, sum í landinum búðu, Kána'anitar, lúta fyri teimum og gavst teir í hond teirra, bæði kongarnar og fólkini har í landinum, so teir fingu gjørt við tey, sum teir vildu. Teir tóku víggirdar staðir og løgdu undir seg fruktbara jørð; teir tóku í ogn hús, sum vóru full av alskyns góðum, og mongd av úthøgdum brunnum, víngørðum, oljutrøum og frukttrøum. Og teir ótu seg mettar og vórðu feitir og gjørdu sær til góða av stóra ríkidømi Tínum. Men teir vórðu treiskir og settu seg upp ímóti Tær, kastaðu lóg Tína aftur um bak og drópu profetar Tínar, sum vitnaðu fyri teimum og royndu at leiða teir aftur til Tín; teir spottaðu Teg ræðuliga. Tá gavst Tú tey í hendur fígginda teirra, og teir fóru illa við teimum; men táið tey so í neyðini róptu til Tín, hoyrdi Tú tað í Himli, og í stóru miskunn Tíni sendi Tú teimum hjálparmenn, sum fríaðu tey undan hondum fígginda teirra. Men táið tey so fingu frið, gjørdu tey uppaftur tað, sum ónt var í eygum Tínum; tá gavst Tú tey í hendur fígginda teirra, so teir vóru harrar yvir teimum. Men táið tey nú uppaftur róptu til Tín, hoyrdi Tú tað í Himli og bjargaði teimum í miskunn Tíni ferð eftir ferð. Tú vitnaði fyri teimum og royndi at venda teimum aftur til lóg Tína; men tey vóru hugmóðig og lurtaðu ikki eftir boðum Tínum, tey syndaðu móti lógum Tínum sum tó halda tí menniskja á lívi, sum ger eftir teimum; í treiskni sínum settu tey økslina ímóti; tey vóru harðvunnin og vildu ikki akta. Mong ár umbart Tú tey og vitnaði fyri teimum við Anda Tínum gjøgnum profetar Tínar; men tey vildu ikki lurta eftir, og so gavst Tú tey í hendur fremmandra tjóða. Men í stóru miskunn Tíni gjørdi Tú ikki heilt enda á teimum og vendi teimum ikki bakið; tí Tú ert náðigur og miskunnsamur Gud. Og nú, Gud okkara, Tú stóri, veldigi og øgiligi Gud, Tú, sum heldur sáttmála Tín og støðugt ert náðigur lat tað ikki hava lítið at týða í eygum Tínum, alt hetta illa, ið komið er yvir okkum, kongar okkara, høvdingar, prestar og profetar okkara, fedrar okkara og alt fólk Títt, frá døgum assýriakonga og líka til henda dag! Tú stendur rættvísur í øllum, sum yvir okkum er komið; tí Tú hevur víst trúfesti, men vit hava verið ógudlig! Kongar okkara, høvdingar og prestar okkara og fedrar okkara hava ikki gjørt eftir lóg Tíni; teir hava ikki lurtað eftir boðum Tínum og vitnisburðunum, ið Tú hevur latið koma til teirra. Táið teir sótu í sínum egna ríki, og Tú hevði givið teimum so nógv gott og latið tey fingið hetta víða og fruktbara land, tæntu tey Tær ikki og vendu ikki við frá óndu gerðum sínum. Hygg í dag eru vit trælir, vit eru trælir í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara, so teir skuldu njóta ávøkst og ríkidømi landsins! Og ríku grøði sína gevur tað kongunum, ið Tú setti yvir okkum aftur fyri syndir okkara; teir gera, sum teir vilja, bæði við likam okkara og fæ okkara. Vit eru í stórari neyð!? KAPITUL Fólkið bindur seg til at halda lógina. Hetta alt fekk okkum at gera óvikiligan sáttmála, sum vit skrivaðu upp; hetta skjalið sum varð innsiglað var undirskrivað av høvdingum, Levitum og prestum okkara. Teir, ið skrivaðu undir hetta skjal sum varð innsiglað vóru: Nehemias landstjóri, sonur Hakalja, og Zedekias, Seraja, Azarja, Jirmeja, Pashur, Amarja, Malkia, Hattus, Sebanja, Malluk, Harim, Meremot, Obadja, Dániel, Ginneton, Baruk, Mesullam, Abia, Mijamin, Ma'azja, Bilgai og Semaja hetta vóru prestarnir. Levitarnir vóru: Josva, sonur Azanja, Binnui, ein eftirkomari Henadads, Kadmiel, og brøður teirra: Sebanja, Hodia, Kelita, Pelaja, Hanan, Mika, Rehob, Hasabja, Zakkur, Serebja, Sebanja, Hodia, Bani og Beninu. Høvdingar fólksins vóru: Paros, Pahat-Móab, Elam, Zattu, Bani, Bunni, Azgad, Bebai, Adonja, Bigvai, Adin, Ater, Hizkia, Azzur, Hodia, Hasum, Bezai, Harif, Anatot, Nobai, Magpias, Mesullam, Hezir, Mesezabel, Zadok, Jaddua, Pelatja, Hanan, Anaja, Hosea, Hananja, Hassub, Hallohes, Pilha, Sobek, Rehum, Hasabna, Ma'aseja, Ahia, Hanan, Anan, Malluk, Harim og Ba'ana. Hitt fólkið, prestarnir, Levitarnir, duravaktararnir, sangararnir, tempultænararnir og allir teir, ið høvdu skilt seg frá hinum fremmandu fólkum fyri at liva eftir lóg Guds teir og konur teirra, synir og døtur teirra øll, ið vóru so fræg, at tey dugdu at skilja hildu seg til brøður sínar, ið hægri stóðu, og gingu undir eiðin og svóru, at tey skuldu ganga eftir lóg Guds, sum givin var við tænara Guds Mósesi, og at tey skuldu halda øll boð og allar lógir og fyriskipanir HARRANS Harra okkara og gera eftir teimum: Vit skuldu ikki geva hinum fremmandu fólkum døtur okkara og líka lítið taka sonum okkara døtur teirra til konur; táið hini fremmandu fólk komu við vørum sínum og alskyns korni og vildu selja tað sabbat, skuldu vit ikki keypa tað frá teimum, hvørki sabbat ella nakran annan halgidag; sjeyndahvørt ár skuldu vit lata landið hvíla og geva eftir alt tað, ið vit áttu hjá onkrum. Og vit løgdu á okkum ta skyldu, at vit skuldu lata triðingin av sekli um árið til tænastuna í húsi Guds okkara, til sýnisbreyðini, hitt dagliga matofrið, hitt dagliga brenniofrið, ofrini sabbatarnar, sólkomudagarnar og á høgtíðunum, takkofrini, syndofrini, sum eru til at gera bót fyri Ísrael, og til alt arbeiðið í húsi Guds okkara. Og vit prestarnir, Levitarnir og fólkið kastaðu lut um at lata við til templið, um, hvussu vit, eftir ættum okkara, ásettar tíðir ár eftir ár skuldu koma til hús Guds okkara við honum, at brennast á altari HARRANS Guds okkara soleiðis sum fyriskrivað er í lógini. Vit skuldu eisini ár eftir ár koma til hús HARRANS við frumgróðrinum av jørð okkara og hinum fyrsta stadna ávøksti av øllum trøum, somuleiðis við hinum frumbornu sonum okkara og tí frumborna undan fæi okkara soleiðis sum fyriskrivað er í lógini; vit skuldu koma við hinum frumborna bæði undan neytum og smáfæi okkara til hús Guds okkara, til prestarnar, sum gera tænastu í húsi Guds okkara. Og frumgróðurin av mjøli okkara og heiløgu gávum okkara, av ávøkstinum av alskyns trøum, av víni og olju, skuldu vit bera prestunum inn í kømur húss Guds okkara, og Levitunum tíggjundina av akurlandi okkara; tí Levitarnir vóru teir, ið skuldu krevja inn tíggjundina í øllum býunum, har sum vit dýrka jørðina. Ein prestur, ein av sonum Áron, skuldi vera hjá Levitunum, táið teir tóku tíggjundina, og sjálvir skuldu Levitarnir koma til hús Guds okkara við tíggjundini av tíggjund síni, til kømur goymslunnar. Tí bæði Ísraelsmenn og eftirkomarar Levi skuldu koma við hinum heiløgu gávum av korni, víni og olju til kømurini, har sum íløtini, ið hoyra til halgidómin, eru, og har sum prestarnir, ið gera tænastu, og duravaktararnir og sangararnir halda til. Vit skuldu soleiðis ikki svíkja hús Guds okkara. KAPITUL Fólkið verður býtt millum Jerúsalem og hinar býirnar, Listi yvir teir, sum búðu í Jerúsalem, Býirnir, sum Jødarnir búðu í, Høvdingar fólksins búðu í Jerúsalem; hitt fólkið kastaði lut, soleiðis at tíggjundihvør maður skuldi búgva í Jerúsalem, hinum heilaga staði, og hinir níggju tíggjundapartarnir í hinum býunum. Fólkið signaði allar teir menn, ið sjálvkravdir búsettust í Jerúsalem. Hetta eru høvdingarnir í landspartinum, sum búðu í Jerúsalem, og teir, sum búðu í býum Juda, hvør á ogn síni, í býum sínum, bæði Ísraelsmenn yvirhøvur og prestarnir, Levitarnir, tempultænararnir og eftirkomarar tænara Sálomos. Í Jerúsalem búðu nakrir Judamenn og Benjaminitar. Av Judamonnum: Ataja, sonur Uzzia, son Zakarja, son Amarja, son Sefatja, son Mahalalel, av eftirkomarum Perez, og Ma'aseja, sonur Baruk, son Kol-Hoze, son Hazaja, son Adaja, son Jójarib, son Zakarja, son Silonitin. Eftirkomarar Perez, sum búðu í Jerúsalem, vóru tilsamans vápnaførir menn. Hetta vóru Benjaminitar: Sallu, sonur Mesullam, son Jóed, son Pedaja, son Kolaja, son Ma'aseja, son Itiel, son Jesaja, og eftir honum Gabbai-Sallai tilsamans Jóel, sonur Zikri, var yvirmaður teirra, og Juda, sonur Hassenua, var næsthægstur í býnum. Av prestunum vóru: Jedaja, sonur Jójarib, Jakin, Seraja, sonur Hilkia, son Mesullam, son Zadok, son Merajot, son Ahitub, høvuðsmaður yvir húsi Guds og brøður teirra, sum gjørdu tænastu í templinum, framvegis Adaja, sonur Jeroham, son Pelalja, son Amzi, son Zakarja, son Pashur, son Malkia, og brøður hansara, ættarhøvdingar, framvegis Amassai, sonur Azarel, son Azai, son Mesillemot, son Immer, og brøður teirra, dugnamenn. Yvirmaður teirra var Zabdiel, sonur Haggedolim. Av Levitunum vóru: Semaja, sonur Hassub, son Azrikam, son Hasabja, son Bunni, og Sabbetai og Józabad, sum stóðu fyri uttanhýsisarbeiðinum við hús Guds og báðir hoyrdu til levitahøvdingarnar, og Mattanja, sonur Mika, son Zabdi, son Asaf forsangara, sum byrjaði lovsongin, táið bøn varð hildin, og Bakbukja, hin næsthægsti av brøðrum hansara, og Abda, sonur Sammua, son Galal, son Jeditun. Levitarnir í hinum heilaga staði vóru tilsamans Av duravaktarunum vóru: Akkub, Talmon og brøður teirra, sum hildu vakt við portrini, Hinir Ísraelsmenn og prestarnir og Levitarnir búðu í øllum hinum býum Juda, hvør á ogn síni. Men tempultænararnir búðu á Ofel; Ziha og Gispa vóru settir yvir teir. Umsjónarmaður Levitanna í Jerúsalem við tænastuna í húsi Guds var Uzzi, sonur Bani, son Hasabja, son Mattanja, son Mika, av eftirkomarum Asafs tað eru sangararnir. Tí kongurin hevði givið boð um teir, og føst skipan var sett sangarunum fyri hvønn dag. Petaja, sonur Mesezabel, av eftirkomarum Zera, sonar Juda, gekk konginum til handa í øllum, sum viðvíkti fólkinum. Viðvíkjandi bygdunum við jørð teirra, so búðu í teimum nakrir av Judamonnum í Kirjat-Arba við smábýunum har rundanum, í Dibon við smábýunum har rundanum, í Jekabze'el við smábýunum har rundanum, í Jesua, Molada, Bet-Pelet, Hazar-Sual, Be'erseba við smábýunum har rundanum, Ziklag, Mekona við smábýunum har rundanum, En-Rimmon, Zora, Jarmut, Zanoa, Adullam við smábýunum har rundanum, Lakis við jørðini, ið til hoyrdi, og Azeka við smábýunum har rundanum. Teir høvdu bústaðir sínar úr Be'erseba líka at Hinnomsdali. Benjaminitar høvdu bústaðir sínar úr Geba: Í Mikmas, Aja, Betel við smábýunum har rundanum, Anatot, Nob, Ananja, Hazor, Rama, Gittajim, Hadid, Zebo'im, Neballat, Lod, Ono og Smiðadali. Av Levitunum búðu summar judadeildirnar í Benjamin. KAPITUL Listi yvir prestar og Levitar, Múrurin vígdur. Tað, ið latast skuldi til prestarnar og Levitarnar, Hetta eru prestarnir og Levitarnir, ið heim fóru við Zerubbabel, syni Sealtiel, og Josva: Seraja, Jirmeja, Ezra, Amarja, Malluk, Hattus, Sekanja, Rehum, Meremot, Iddo, Ginnetoi, Abia, Mijamin, Ma'adja, Bilga, Semaja, Jójarib, Jedaja, Sallu, Amok, Hilkia og Jedaja. Hetta vóru høvdingar prestanna og brøðra teirra, táið Josva livdi. Levitarnir vóru: Josva, Binnui, Kadmiel, Serebja, Juda og Mattanja hann, sum saman við brøðrum sínum stóð fyri lovsonginum framvegis Bakbukja og Unno, brøður teirra, sum stóðu beint yvir av teimum og aktaðu eftir tænastu síni. Josva fekk sonin Jójakim; Jójakim fekk Eljasib; Eljasib fekk Jójada; Jójada fekk Jónatan; Jónatan fekk Jaddua. Á døgum Jójakims vóru hesir ættarhøvdingar millum prestarnar: Fyri Seraja: Meraja; fyri Jirmeja: Hananja; fyri Ezra: Mesullam; fyri Amarja: Jóhanan; fyri Meluki: Jónatan; fyri Sebanja: Jósef; fyri Harim: Adna; fyri Merajot: Helkai; fyri Iddo: Zakarias; fyri Ginneton: Mesullam; fyri Abia: Zikri; fyri Minjamin fyri Moadja -: Piltai; fyri Bilga: Sammua; fyri Semaja: Jónatan; fyri Jójarib: Mattenai; fyri Jedaja: Uzzi; fyri Sallai: Kallai; fyri Amok: Eber; fyri Hilkia: Hasabja; og fyri Jedaja: Netanel. Meðan Eljasib, Jójada, Jóhanan og Jaddua livdu, vórðu ættarhøvdingarnir millum Levitarnar uppskrivaðir; á sama hátt prestarnir, meðan Darius Persari sat við stýrið. Ættarhøvdingarnir millum eftirkomarar Levi vórðu uppskrivaðir í krønikubókina, og tað líka til teir dagar táið Jóhanan, sonur Eljasib, livdi. Høvdingarnir millum Levitarnar vóru: Hasabja, Serebja og Josva, sonur Kadmiel, og brøður teirra, sum stóðu beint yvir av teimum til at lova og prísa Gudi, soleiðis sum Dávid gudsmaður hevði givið boð um, flokkur hjá flokki. Mattanja, Bakbukja, Obadja, Mesullam, Talmon og Akkub vóru duravaktarar og hildu vakt við goymslurnar við portrini. Hesir livdu á somu tíð sum Jójakim, sonur Josva, son Józadak, og á somu tíð sum Nehemias landstjóri og Ezra prestur, hin skriftlærdi. Táið múrur Jerúsalems skuldi verða vígdur, fóru teir eftir Levitunum, allastaðni har sum teir búðu, og fingu teir til Jerúsalem at halda vígslu- og gleðihátíð við tøkk og songi, við skáltrummum, hørpum og sitarum. Tá savnaðust songflokkarnir saman, bæði úr landinum rundan um Jerúsalem og úr Netofatitabygdunum, úr Bet-Haggilgal og úr landinum rundan um Geba og Azmavet; tí sangararnir høvdu fingið sær bygdir rundan um Jerúsalem. Prestarnir og Levitarnir reinsaðu seg nú og reinsaðu síðani fólkið, portrini og múrarnar. So læt eg høvdingarnar í Juda fara upp á múrin, og eg fylkti tveir stórar lovsongs- og hátíðarflokkar. Annar fór til høgru upp á múrin, at Mykjuportri; aftan á teimum gingu Hosaja og helvtin av høvdingum Juda, og so Azarja, Ezra, Mesullam, Juda, Benjamin, Semaja og Jirmeja; framvegis nakrir av prestasonunum við lúðrum: Zakarja, sonur Jónatan, son Semaja, son Mattanja, son Mikaja, son Zakku, son Asaf, og brøður hansara, Semaja, Azarel, Milalai, Gilalai, Ma'ai, Netanel, Juda og Hanani, við ljóðførum Dávids gudsmans; og undan teimum gekk Ezra, hin skriftlærdi. Teir gingu yvir Kelduportur og beint fram, niðan trappurnar til Dávidsstað, har sum farið verður upp á múrin oman fyri høll Dávids, líka eystur at Vatnsportri. Hin lovsongsflokkurin fór til vinstru, og eg fór aftan á honum við hini helvtini av fólkinum, uppi á múrinum, yvir Ovnstorn og líka at Breiðamúri, yvir Efra'imsportur, Gamlaportur og Fiskaportur, um Hananeltorn og Meatorn, líka at Seyðaportri; við Fangahúsportur steðgaðu teir. Soleiðis stóðu báðir lovsongsflokkarnir við hús Guds, somuleiðis eg og helvtin av yvirmonnunum við mær, og prestarnir Eljakim, Ma'aseja, Minjamin, Mikaja, Eljoenai, Zakarja og Hananja við lúðrum; framvegis Ma'aseja, Semaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkia, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða; yvirmaður teirra var Jiaraja. Teir ofraðu henda dag stór offur og gleddust; tí Gud hevði givið teimum stóra gleði; eisini kvinnurnar og børnini gleddust; og gleðirópini úr Jerúsalem hoyrdust langan veg. Sama dag vórðu umsjónarmenn settir, sum skuldu ansa eftir kømurunum, sum teir goymdu hinar heiløgu gávur, frumgróðurin og tíggjundina í; hagar skuldu teir savna av jørðini rundan um býirnar tað, ið prestarnir og Levitarnir eftir lógini skuldu hava; tí gleði var í Juda um, at prestarnir og Levitarnir nú gjørdu tænastu sína. Teir ansaðu eftir tí, sum var at ansa eftir fyri Gud teirra, og tí, sum var at ansa eftir viðvíkjandi reinsanini; somuleiðis gjørdu sangararnir og duravaktararnir tænastu sína soleiðis sum Dávid og sonur hansara Sálomo høvdu givið boð um. Tí longu í gomlum døgum, táið Dávid og Asaf livdu, vóru yvirmenn yvir sangarunum, og lov- og takkarsongir vórðu sungnir Gudi. Og á døgum Zerubbabels og Nehemiasar gav alt Ísrael sangarunum og duravaktarunum tað, ið teir hvønn dag áttu at fáa; og teir góvu Levitunum heilagar gávur, og Levitarnir góvu sonum Áron heilagar gávur. KAPITUL Hini fremmandu skild burtur úr Ísrael, Nehemias aðru ferð í Jerúsalem, Sama dag varð lisið upp fyri fólkinum úr Mósebók, og í henni fanst skrivað, at hvørki Ammonitur ella Móabitur nakrantíð mátti sleppa í samkomu Guds aftur fyri at teir komu ikki ímóti Ísraelsmonnum við breyði og vatni, men leigaðu Bileam ímóti teimum at biðja ilt yvir teir; tó vendi Gud okkara illbønina í signing. Táið teir hoyrdu tað, sum í lógini stóð, skiltu teir øll fremmand úr Ísrael. Men nakað framman undan hesum hevði Eljasib prestur, sum settur var yvir kømurini í húsi Guds okkara, og sum var nærskyldur við Tobias, latið gjørt honum til har stórt kamar, har sum teir áður høvdu goymt matofrið, roykilsið, íløtini og tíggjundina av korni, víni og olju tað, ið Levitarnir, sangararnir og duravaktararnir eftir lógini áttu at fáa og somuleiðis hinar heiløgu gávur til prestarnar. Men meðan alt hetta varð gjørt, var eg ikki í Jerúsalem; tí annað og tríatinda árið ið Artaxerxes bábelskongur sat við stýrið, var eg komin aftur til kong. Men táið ein tíð var gingin, bað eg kong um loyvi at fara avstað aftur; og táið eg kom til Jerúsalem, fekk eg at síggja hetta illa, ið Eljasib hevði gjørt fyri Tobiasar skuld, at hann hevði gjørt honum kamar til í forgørðum húss Guds. Hetta dámdi mær ógvuliga illa; eg blakaði allar húslutir Tobiasar út úr kamarinum og segði við teir at reinsa kømurini; síðani læt eg aftur bera inn hagar íløtini, ið hoyrdu til hús Guds, og matofrið og roykilsið. Eg fekk eisini at vita, at Levitarnir høvdu ikki fingið tað, ið teir skuldu hava, og at tí allir Levitarnir og sangararnir, sum skuldu vera í tænastuni, vóru rýmdir, út hagar sum jørð teirra lá. Tá setti eg at yvirmonnunum og spurdi teir, hví hús Guds var gloymt, og eg stevndi Levitunum saman og setti teir, har sum teir áttu at vera. Og alt Juda førdi inn í goymslurnar tíggjundina av korni, víni og olju. Yvir goymslurnar setti eg Selemja prest, Zadok, hin skriftlærda, og Pedaja, ein av Levitunum; og Hanan, son Zakkur, son Mattanja, setti eg til at ganga teimum til handa; tí hesir vórðu hildnir at vera álítandi. Teir skuldu nú býta út til brøður sínar. Minst mær hetta, Gud mín, og strika ikki út kærleiksgerðirnar, ið eg havi gjørt fyri hús Guds míns og tænastuna har! Um hesa somu tíðina sá eg í Juda, hvussu menn tróðu vínpersuna sabbat, og aðrar sá eg føra kornbundi til hús og leggja tey á eslini, somuleiðis vín, vínber, fikur og alskyns vørur og hvussu hetta varð flutt til Jerúsalem sabbat. Teir áminti eg, tann dagin teir seldu hesar matvørur. Eisini menn úr Týrus, sum høvdu búsett seg har, komu við fiski og alskyns vørum og seldu Jødunum tað sabbat, og tað í Jerúsalem. Eg setti tí at teimum stóru í Juda og segði við teir: ?Hvussu ber tað til, at tit bera tykkum so illa at og vanhalga sabbatin? Hevur ikki Gud okkara latið alla hesa vanlukku komið yvir okkum og yvir henda bý, aftur fyri at fedrar tykkara bóru seg so at! Og so draga tit enn størri vreiði oman yvir Ísrael við at vanhalga sabbatin!? Og við tað sama sum myrkt fór at vera í portrum Jerúsalems undan sabbatinum, gav eg boð um at steingja portrini og ikki lata tey upp aftur, fyrrenn sabbaturin var at enda. Eg setti nakrar av tænarum mínum at halda vakt við portrini og segði: ?Ongar vørur skulu flytast inn sabbat!? Keypmenninir og teir, ið seldu alskyns vørur, steðgaðu tá einar tvær ferðir uttan fyri Jerúsalem alla náttina. Tá gav eg teimum ávaring og segði við teir: ?Hví eru tit alla náttina uttan fyri múrin? Gera tit so uppaftur, leggi eg hond á tykkum!? Eftir hetta komu teir ikki longur sabbat. Levitunum gav eg boð um at reinsa seg og koma og halda vakt við portrini, so sabbaturin kundi verða hildin heilagur. Minst mær eisini hetta, Gud mín, og ger við meg eftir stóru náði og miskunn Tíni! Samtíðis sá eg eisini Jødarnar, ið høvdu tikið sær asdoditiskar, ammonitiskar og móabitiskar kvinnur til konur; av børnum teirra tosaði helvtin asdoditiskt ella tungumálið hjá einum av hinum fólkunum jødiskt dugdu tey ikki. Tá setti eg at teimum og bannaði teimum, ja, summar av teimum sló og roytti eg; og eg læt teir svørja um Gud og segði: ?Tit mugu ikki geva sonum teirra døtur tykkara, ei heldur taka sonum tykkara ella tykkum sjálvum døtur teirra til konur! Var tað ikki í hesum, Sálomo ísraelskongur syndaði! Millum tey mongu fólk var eingin kongur sum hann; hann var elskaður av Gudi sínum, og Gud setti hann til kong yvir øllum Ísrael; men um tað so var hann, villleiddu hinar fremmandu kvinnurnar hann til synd! Og nú skulu vit fáa at hoyra um tykkum, at tit hava gjørt alt hetta svára misbrot og verið Gudi okkara ótrúgvir við at taka fremmandar kvinnur til konur!? Ein sonur Jójada, son Eljasib høvuðsprest, var dótturmaður Sanballat Horonit; eg rak hann tí burt frá mær. Minst teimum tað, Gud mín, at teir hava vanært prestadømið og sáttmála prestadømisins og Levitanna! So reinsaði eg teir frá øllum fremmandum; og eg fyriskrivaði, hvat prestarnir og Levitarnir høvdu at ansa eftir, hvør í arbeiði sínum, og hvussu viðaofrið skuldi latast, ta tíðina ið ásett var, og eisini frumgróðurin. Minst mær hetta, Gud mín, og rokna mær tað til góða! Obadias Dómur yvir Edom, Frelsa Ísraels, Sjón Obadiasar. So sigur Harrin HARRIN um Edom: Tíðindi hava vit hoyrt frá HARRANUM, og boð eru send út millum heidningafólkini: Upp ja, latið okkum reisa okkum til stríð móti tí! Lítlan skal Eg gera teg millum heidningafólkini; tú skalt verða stórliga vanvirdur. Hugmóð hjarta tíns hevur dárað teg, tú, sum býrt í bergskorum, sum situr so høgt uppi, tú, sum sigur í hjarta tínum: ?Hvør er mentur at stoyta mær til jarðar!? Um tú so gert tær reiður høgt uppi, sum ørnin, ja, um tað so er gjørt millum stjørnurnar, skal Eg stoyta tær oman haðani sigur HARRIN. Táið tjóvar koma á teg, ella ránsmenn á náttartíð ja, hvussu verður tú ikki lagdur í oyði! Sanniliga, teir fara at stjala, so nógv sum teir lystir! Táið teir koma á teg, sum vilja heysta vín títt sanniliga, lítið skal vera at heysta eftir teir! Hvussu verður ikki Esau rannsakaður, hvussu verður ikki leitað eftir loyndu skattum hansara! Líka út at landamarkinum reka teir teg, allir teir, sum vóru í felagi við tær; góðu vinir tínir svíkja teg og verða tær ov sterkir; menninir, sum eta breyð títt, seta snerru fyri teg. Einki vit er í honum! Skal Eg ikki tann dag sigur HARRIN gera enda á øllum vísmonnum Edoms og á øllum viti á Esausfjøllum! Kappar tínir, Teman, skulu missa mótið, so at hvør maður verður dripin og týndur á Esausfjøllum. Aftur fyri yvirgangsverk tíni móti bróður tínum, Jákupi, skal skomm fjala teg, og tú skalt til ævigar tíðir verða týndur aftur fyri at tú stóðst og hugdi at, táið fremmandir rændu góðs hansara, og útlendingar fóru inn í portur hansara; táið teir kastaðu lut um Jerúsalem, vart tú eisini sum ein teirra. Men hygg ikki fróur á dag bróður tíns, á vanlukkudag hansara, og gleðst ikki yvir Judamenn undirgangsdag teirra! Lat ikki stór orð fara tær av munni neyðardag teirra! Far ikki inn um portur fólks Míns, tann dag tey eru í neyð! Hygg ikki eisini tú fróur á vanlukku teirra, tann dag tey eru í neyð, og legg ikki hond á góðs teirra, tann dag tey eru í neyð! Statt ikki á vegamótum til at fella tey av fólki Mínum, sum undan eru sloppin, og gev ikki tey av teimum, sum flýggja, upp í hendur fíggindans neyðardagin! Tí nær er dagur HARRANS yvir øllum tjóðum; sum tú hevur gjørt, so skal verða gjørt við teg; verk tíni skulu falla aftur á títt egna høvd. Tí eins og tit hava drukkið á heilaga fjalli Mínum, so skulu allar tjóðir drekka og aldri halda uppat; tær skulu drekka og sløðra og verða, sum tær aldri høvdu verið til. Men á Zionsfjalli skal vera flokkur av undanslopnum, og tað skal vera heilagt; og hús Jákups skal fáa aftur ognir sínar. Hús Jákups skal verða eldur, hús Jósefs logi, og hús Esaus skal verða hálmur; tey skulu seta eld á tað og oyða tað, og eingin skal vera eftir av húsi Esaus tí HARRIN hevur talað. Tey, sum í Suðurlandinum búgva, skulu taka Esausfjøll í ogn, og tey, sum á slættanum búgva, skulu taka Filistaraland; tey skulu taka Efra'imsland og Samarialand í ogn, og Benjamin skal taka Gilead. Tey av hesum heri Ísraels, sum flutt eru burt hertikin, skulu taka tað í ogn, sum Kána'anitar eiga, líka til Zarepta; og hini herleiddu úr Jerúsalem, sum eru í Sefarad, skulu taka í ogn býir Suðurlandsins. Frelsarar skulu fara niðan á Zionsfjall og døma Esausfjøll. Og ríkið skal hoyra HARRANUM til. Opinbering Jóhannesar KAPITUL Jóhannes heilsar samkomunum sjey í Asia, Jesus opinberast fyri honum í Patmos og gevur honum boð um at skriva hesa opinbering, Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum, honum, sum hevur vitnað um orð Guds og vitnisburð Jesu Krists alt, ið hann sá. Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær. Jóhannes til hinar sjey samkomur í Asia. Náði veri við tykkum og friður, frá Honum, sum er, sum var, og sum kemur, frá hinum sjey andunum, ið framman fyri hásæti Hansara eru, og frá Jesusi Kristi, hinum trúverda vitni, hinum frumborna av hinum deyðu og Harranum yvir kongum jarðarinnar Honum, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum og gjørt okkum til kongaríki, til prestar fyri Gudi og Faðir Sínum! Honum veri dýrd og máttur í aldur og allar ævir! Amen. Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. Ja, amen! Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi. Eg, Jóhannes, sum eri bróðir tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var í oynni, sum kallast Patmos, fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld. Eg kom í burturrykking í andanum dag Harrans og hoyrdi aftan fyri meg harða rødd eins og lúðrar ið segði: ?Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað til hinar sjey samkomurnar, til Efesus, Smyrna, Pergamus, Týatira, Sardes, Filadelfia og Laodikea!? Eg vendi mær á at síggja, hvat tað var fyri rødd, ið talaði við meg, og táið eg vendi mær, sá eg sjey ljósastakar av gulli og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið. Høvd og hár Hansara vóru hvít, sum hvít ull, sum kavi, og eygu Hansara sum eldslogi. Føtur Hansara líktust skínandi málmi, táið hann er gløddur í ovninum, og rødd Hansara var sum ljóð mangra vatna. Í høgru hond hevði Hann sjey stjørnur; úr munni Hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón Hansara var sum sólin, táið hon skínur í kraft síni. Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði: ?Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins. Skriva tí tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal hereftir, loyndarmálið um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond Míni, og hinar sjey ljósastakarnar av gulli! Stjørnurnar sjey eru einglar hinna sjey samkoma, og ljósastakarnir sjey eru sjey samkomur.? KAPITUL Tað, sum Jóhannes skuldi skriva til samkomurnar. (Efesus, Smyrna, Pergamus, og Týatira, ) ?Skriva til eingil samkomunnar í Efesus: ?Hetta sigur Hann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond, Hann, sum gongur millum hinar sjey ljósastakarnar av gulli: Eg veit um verk tíni, arbeiði títt og tol títt, og at hini illu ikki verða told av tær. Tú hevur roynt teir, ið siga seg vera ápostlar og eru tað ikki, og tú hevur funnið teir vera lygnarar. Tú hevur tol og hevur havt nógv at bera fyri navns Míns skuld og ert ikki vorðin troytt. Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum. Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara um tú vendir ikki við. Men tað hevur tú, at tú hatar verk Nikola'itanna sum Eg hati við. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva at eta av træi lívsins, sum er í Paradísi Guds.? Skriva til eingil samkomunnar í Smyrna: ?Hetta sigur hin fyrsti og hin síðsti, Hann, sum deyður var og er vorðin livandi: Eg veit um trongd tína og fátækdóm tín tó, tú ert rík! og gudsspottan teirra, ið siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men eru sýnagoga Satans. Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús fyri at tit skulu verða roynd og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins! Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! Tann, ið sigrar, skal als ikki verða saktur av hinum øðrum deyða.? Skriva til eingil samkomunnar í Pergamus: ?Hetta sigur Hann, sum hevur hitt tvíeggjaða, hvassa svørð: Eg veit, hvar tú býrt har sum hásæti Satans er og tú heldur fast við navn Mítt; og táið Antipas var trúfasta vitni Mítt hann, ið dripin varð hjá tykkum, har Satan býr enntá á teimum døgum avnoktaði tú ikki trúgv Mína. Men Eg havi eitt sindur ímóti tær: Tú hevur har hjá tær nøkur, ið halda fast við læru Bileams, sum lærdi Balak at leggja ástoyt fyri børn Ísraels at eta avgudaoffur og dríva siðloysi. Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola'itanna. Vend við! Annars komi Eg skjótt á teg og skal berjast við tey við svørði muns Míns. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn skrivað á steinin sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.? Skriva til eingil samkomunnar í Týatira: ?Hetta sigur Sonur Guds, sum hevur eygu eins og eldsloga, og hvørs føtur líkjast skínandi málmi: Eg veit um verk tíni, kærleika tín, tænastu og trúgv tína og tol títt og hvussu hini síðstu verk tíni eru fleiri enn hini fyrstu. Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinnu, og sum lærir og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur. Eg havi givið henni tíð at venda við, men hon vil ikki venda við frá siðloysi sínum. Eg kasti hana á sjúkalegu; og teir, ið horast við henni, kasti Eg í stóra trongd, um teir venda ikki við frá verkum hennara. Børn hennara skal Eg sláa við deyða, og allar samkomurnar skulu sanna, at Eg eri tann, ið rannsakar nýru og hjørtu; Eg skal geva tykkum, hvørjum eftir verkum sínum. Men við tykkum, hini, sum í Týatira eru, øll tykkum, ið ikki hava hesa læru, tí tit ?kenna ikki dýpdirnar?, sum tey siga ja, dýpdir Satans! við tykkum sigi Eg: Eg leggi onga aðra byrði á tykkum; haldið bert fast við tað, sum tit hava, inntil Eg komi! Tann, ið sigrar, og sum líka til endan varðveitir verk Míni, honum skal Eg geva vald yvir heidningunum, og hann skal stýra teimum við jarnstavi, eins og leiríløt verða brotin sundur sum eisini Eg havi fingið tað frá Faðir Mínum; og Eg skal geva honum morgunstjørnuna. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!?? KAPITUL Framhald. (Sardes, Filadelfia, og Laodikea, ) ?Skriva til eingil samkomunnar í Sardes: ?Hetta sigur Hann, sum hevur hinar sjey andar Guds og hinar sjey stjørnur: Eg veit um verk tíni tú eitist at liva, men tú ert deyð. Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja! Tí Eg havi ikki funnið verk tíni fullkomin fyri Gudi Mínum. Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg. Tó kunnu nevnast nøkur fá hjá tær í Sardes, sum ikki hava dálkað klæði síni, og tey skulu ganga við Mær í hvítum klæðum; tí tey eru tað verd. Tann, ið sigrar, skal soleiðis verða latin í hvít klæði, og Eg skal ikki strika navn hansara út úr bók lívsins; Eg skal kennast við navn hansara fyri Faðir Mínum og fyri einglum Hansara. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!? Skriva til eingil samkomunnar í Filadelfia: ?Hetta sigur hin heilagi, hin sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, sum letur upp og eingin letur aftur, sum letur aftur og eingin letur upp: Eg veit um verk tíni. Hygg, Eg havi framman fyri tær sett dyr opnar, sum eingin fær latið aftur. Tí tú hevur lítla kraft, og tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt. Eg lati nakrar úr sýnagogu Satans koma, sum siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men lúgva. Eg skal gera, at teir skulu koma og falla niður fyri føtur tínar og sanna, at Eg havi fingið kærleika til tín! Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva. Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! Tann, ið sigrar, skal Eg gera til stuðul í templi Guds Míns, og hann skal aldri aftur fara út haðani; og Eg skal skriva á hann navn Guds Míns, navn staðar Guds Míns, hins nýggja Jerúsalems, sum kemur niður av Himli frá Gudi Mínum, og navn Mítt, hitt nýggja. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!? Skriva til eingil samkomunnar í Laodikea: ?Hetta sigur Hann, sum er amen, hitt trúverda og sannorðaða vitni, upphav skapnings Guds: Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit hevði tú verið køld ella heit! Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum. Tú sigur jú: ?Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!? og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna! Eg ráði tær tí, at tú frá Mær keypir gull, gløtt í eldi, so tú kanst verða rík, og hvít klæði, so tú kanst lata teg í tey, og skomm nakinleika tíns skal ikki verða opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja. Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við! Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum og hann við Mær. Tann, ið sigrar, honum skal Eg veita at sita hjá Mær í hásæti Mínum, eins og Eg havi sigrað og sett Meg hjá Faðir Mínum í hásæti Hansara. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!?? KAPITUL Hásæti Guds í Himli, Hinir elstu og hinar fýra verurnar tilbiðja Hann, Síðani fekk eg at síggja dyr vera latnar upp í Himli, og hin røddin, sum eg frammanundan hevði hoyrt tala til mín eins og ljóð av lúðuri segði við meg: ?Kom upp higar, so skal Eg vísa tær tað, sum hereftir fer at henda!? Við tað sama varð eg ryktur burtur í andanum og fekk at síggja hásæti standa í Himli. Ein sat í hásætinum. Hann, sum sat í tí, var líkur jaspis og sardissteini at síggja, og ælabogi var rundan um hásætið, líkur smaragdi at síggja. Rundan um hásætið vóru hásæti, og í hásætunum sótu elstir, klæddir í hvít klæði og við gullkrúnum á høvdunum. Úr hásætinum gingu út snarljós, røddir og torur, og framman fyri hásætinum brunnu sjey eldkyndlar, sum eru hinir sjey andar Guds. Framman fyri hásætið var eins og glashav, líkt krystali, og mitt fyri hásætinum og rundan um hásætið vóru fýra livandi verur, fullar av eygum fyri framman og fyri aftan. Fyrsta veran var lík leyvu, onnur veran var lík ungtarvi, triðja veran hevði andlit sum menniskja, og fjórða veran var lík flúgvandi ørn. Hinar fýra verurnar høvdu seks veingir hvør, og rundan um og innan vóru tær fullar av eygum. Hvørki dag ella nátt geva tær uppat at siga: ?Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin Gud, hin Alvaldi, Hann, sum var, sum er, og sum kemur!? Táið verurnar geva Honum dýrd, heiður og tøkk, sum í hásætinum situr, og sum livir í aldur og allar ævir, falla hinir elstu niður fyri Honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja Hann, sum livir í aldur og allar ævir; teir kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga: ?Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!? KAPITUL Bókrullan við innsiglunum sjey verður givin lambinum, sum verður lovað av øllum skapninginum, Í høgru hond Hansara, sum í hásætinum sat, sá eg bókrullu, sum skrivað var á bæði innan og uttan, innsiglaða við sjey innsiglum. Eg sá veldigan eingil, sum rópti við harðari rødd: ?Hvør er verdur at lata upp bókrulluna og bróta innsigli hennara?? Hvørki í Himlinum, á jørðini ella undir jørðini var nakar, sum kundi lata upp bókrulluna ella hyggja í hana. Tá græt eg sárliga, tí eingin varð funnin verdur at lata upp bókrulluna ella hyggja í hana. Men ein av hinum elstu segði við meg: ?Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara.? Tá sá eg mitt ímillum hásætið og hinar fýra verurnar og hinar elstu lamb standa, eins og dripið; tað hevði sjey horn og sjey eygu tað eru hinir sjey andar Guds, ið sendir eru út um alla jørðina. Tað kom og tók bókrulluna úr høgru hond Hansara, sum í hásætinum sat. Táið tað tók bókrulluna, fullu hinar fýra verurnar og hinir elstu niður fyri lambinum, hvørt við hørpu síni og við gullskálum, fullum av roykilsi, sum er bønir hinna heiløgu. Tey sungu nýggjan song og søgdu: ?Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!? Og eg sá; og eg hoyrdi rødd mangra eingla rundan um hásætið, verurnar og hinar elstu; tal teirra var ferðir og ferðir Teir søgdu við harðari rødd: ?Verdigt er lambið, hitt dripna, at fáa mátt, ríkdóm, vísdóm, styrki, heiður, dýrd og signing!? Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: ?Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!? Og hinar fýra verurnar søgdu: ?Amen!? Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu. KAPITUL Hini seks fyrstu innsiglini verða latin upp. Eg sá lambið lata upp eitt av hinum sjey innsiglunum; og eg hoyrdi eina av hinum fýra verunum siga eins og við torurødd: ?Kom!? Tá fekk eg at síggja hvítan hest; hann, ið á honum sat, hevði boga, honum varð givin krúna, og hann fór út, sigrandi og til sigur. Táið tað læt upp annað innsiglið, hoyrdi eg aðra veruna siga: ?Kom!? Tá kom út annar hestur; hann var reyður; honum, ið á honum sat, varð givið at taka friðin burtur av jørðini, so tey skuldu drepa hvørt annað; og stórt svørð varð honum givið. Táið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: ?Kom!? Tá fekk eg at síggja svartan hest; hann, ið á honum sat, hevði vekt í hondini. Eg hoyrdi eins og rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar; hon segði: ?Mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!? Táið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg rødd fjórðu verunnar; hon segði: ?Kom!? Tá fekk eg at síggja bleikgulan hest; hann, ið á honum sat, navn hansara var deyðin, og deyðaríkið var í fylgi við honum. Teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini at drepa við svørði, hungri, pesti og villdýrum jarðarinnar. Táið tað læt upp fimta innsiglið, sá eg undir altarinum sálir teirra, ið dripin vóru fyri orðs Guds skuld og fyri vitnisburðarins skuld, ið tey høvdu. Tey róptu við harðari rødd: ?Harri, Tú heilagi og sannorðaði, hvussu leingi fert Tú at bíða at halda dóm og hevna blóð okkara á tey, sum á jørðini búgva?? Og teimum vórðu givin einum og hvørjum síð, hvít klæði, og sagt varð við tey, at tey skuldu halda seg still stutta tíð enn inntil tal samtænara og brøðra teirra varð fult teirra, ið skuldu verða dripin eins og tey. Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð. Stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og táið fikutræ, rist av nógvum vindi, kastar niður óstadnu fikur sínar. Himmalin fór burtur eins og bókrulla, ið saman verður rullað, og hvørt fjall og hvør oyggj vórðu flutt úr staði. Kongar jarðarinnar, stórmenninir, herhøvdingarnir, hinir ríku, hinir veldigu og hvør trælur og hvør frælsur teir fjaldu seg í hellum og bergskorum. Teir søgdu við fjøllini og hamrarnar: ?Fallið yvir okkum og fjalið okkum fyri ásjón Hansara, sum í hásætinum situr, og fyri vreiði lambsins! Tí stóri vreiðidagur teirra er komin, og hvør man fáa staðist!? KAPITUL Hin sæli skari av frelstum stendur fyri hásæti Guds. Síðani sá eg fýra einglar standa á hinum fýra hornum jarðarinnar; teir hildu hinum fýra vindum jarðarinnar, so eingin vindur skuldi blása, hvørki yvir jørðina, yvir havið ella á nakað træ. Eg sá annan eingil stíga fram, haðani sum sólin kemur upp; hann hevði innsigli hins livandi Guds, og hann rópti hart til hinar fýra einglarnar, sum givið var at skaða jørðina og havið, og segði: ?Skaðið hvørki jørðina, havið ella trøini, fyrrenn vit hava innsiglað tænarar Guds okkara á pannum teirra!? Eg hoyrdi tal hinna innsiglaðu innsiglað av øllum ættum Ísraelsmanna -: Av ætt Juda innsiglað, av ætt Rubens av ætt Gads av ætt Asers av ætt Naftali av ætt Manasse av ætt Símeons av ætt Levi av ætt Issakars av ætt Zebulons av ætt Jósefs av ætt Benjamins innsiglað. Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum. Tey róptu við harðari rødd og søgdu: ?Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og lambinum!? Allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar; og teir fullu á andlit síni niður fyri hásætinum, tilbóðu Gud og søgdu: ?Amen! Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin, mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til, í aldur og allar ævir! Amen!? Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: ?Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðani eru tey komin?? Eg svaraði honum: ?Harri mín, tú veitst tað!? Tá segði hann við meg: ?Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tí eru tey fyri hásæti Guds og tæna Honum dag og nátt í templi Hansara; og Hann, sum í hásætinum situr, skal reisa tjald Sítt yvir tey. Tey skulu ikki hungra aftur, ei heldur tysta aftur; ei heldur skal sólin ella nakar hiti brenna tey. Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.? KAPITUL Hitt sjeynda innsiglið verður latið upp, Hinir fýra fyrstu lúðrarnir, Táið lambið læt upp sjeynda innsiglið, varð tøgn í Himli okkurt um hálvan tíma. Eg sá hinar sjey einglarnar, ið standa fyri ásjón Guds; teimum vórðu givnir sjey lúðrar. Annar eingil kom og stóð við altarið; hann hevði roykilsisílat av gulli, og honum varð givið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftrat bønum alra hinna heilagra á gullaltarið framman fyri hásætið. Úr hond eingilsins steig roykurin av roykilsinum við bønum hinna heilagra upp fyri ásjón Guds. Eingilin tók roykilsisílatið, fylti tað við eldi av altarinum og kastaði hann á jørðina. Tá komu torur, røddir, snarljós og jarðskjálvti. Hinir sjey einglarnir, ið høvdu hinar sjey lúðrarnar, gjørdu seg nú til at blása í teir. Fyrsti eingilin blásti í lúður, tá kom heglingur og eldur, blandað við blóð, og tað varð kastað á jørðina. Og triðingurin av jørðini brendist upp, triðingurin av trøunum brendist upp, og alt grønt gras brendist upp. Annar eingilin blásti í lúður; tá varð eins og stórt, brennandi fjall kastað í havið. Og triðingurin av havinum varð blóð. Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur. Triði eingilin blásti í lúður; tá fall niður av himli stór stjørna, brennandi sum kyndil; hon fall á triðingin av áunum og á vatnkeldurnar. Navn stjørnunnar var Malurt. Og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og nógv fólk doyði av vatninum, tí tað var vorðið beiskt. Fjórði eingilin blásti í lúður; tá varð triðingurin av sólini raktur, og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrkur; dagurin misti triðingin av ljósi sínum, somuleiðis náttin. Síðani sá eg og eg hoyrdi ørn, ið fleyg mitt uppi undir himli, siga hart: ?Vei, vei, vei teimum, ið á jørðini búgva, táið hinir tríggir einglarnir, sum blása skulu í lúður, lata lúðrar sínar ljóða!? KAPITUL Fimti og sætti lúður. Fimti eingilin blásti í lúður; tá sá eg stjørnu, ið fallin var av himli niður á jørðina; henni varð givin lykilin til brunn avgrundarinnar. Hon læt upp brunn avgrundarinnar. Tá kom upp úr brunninum roykur, líkur roykinum úr stórum ovni, og sólin og luftin vórðu myrk av roykinum úr brunninum. Úr roykinum komu grashoppur út um jørðina; og teimum varð givið vald, líkt valdinum, ið skorpiónir jarðarinnar hava. Sagt varð við tær, at tær skuldu ikki skaða grasið á jørðini, ei heldur nakað grønt, ei heldur nakað træ, bert menniskjuni, ið ikki høvdu innsigli Guds á pannunum. Og teimum varð givið ikki at drepa tey, men at pína tey í fimm mánaðir; pínan, ið tær voldu, var sum pínan av skorpión, táið hon stingur mann. Á teimum døgum skulu menniskjuni leita eftir deyðanum og ikki finna hann, tráa eftir at doyggja, og deyðin skal flýggja frá teimum. Grashoppurnar vóru í útsjónd líkar hestum, tilgjørdum til bardaga; á høvdum teirra vóru eins og krúnur, ið sóu út sum gull; andlit teirra vóru sum andlit manna. Tær høvdu hár sum hár kvinna; og tenn teirra vóru eins og leyvutenn. Tær høvdu brynjur eins og jarnbrynjur; ljóðið av veingjum teirra var sum ljóðið av vagnum, táið nógvir hestar halda avstað í bardaga. Tær høvdu halar við broddum, eins og skorpiónir, og í hølum teirra lá valdið, tær høvdu til at skaða menniskjuni í fimm mánaðir. Til kong yvir sær høvdu tær eingil avgrundarinnar; á hebraiskum er navn hansara Abaddon; á grikskum eitur hann Apollyon. Fyrsta vei er á enda men eftir hetta koma tvey vei enn! Sætti eingilin blásti í lúður; tá hoyrdi eg rødd frá hinum fýra hornum gullaltarsins, ið stóð fyri Gudi; hon segði við sætta eingilin hann, ið lúðurin hevði -: ?Loys hinar fýra einglarnar, ið bundnir eru við hina stóru ánna Eufrat!? Hinir fýra einglarnir vórðu nú loystir, teir, ið høvdu staðið til reiðar til tíman, dagin, mánaðin og árið til at drepa triðingin av menniskjunum. Talið á heri hestmannanna var tvær ferðir ferðir eg hoyrdi tal teirra. Soleiðis sá eg í sjón míni hestarnar og teir, ið á teimum sótu: Eldreyðar, svartbláar og svávulgular brynjur høvdu teir; høvd hestanna vóru sum leyvuhøvd, og úr munnum teirra gekk út eldur, roykur og svávul. Av hesum trimum plágum eldinum, roykinum og svávulinum, ið út gekk úr munnum teirra varð triðingurin av menniskjunum dripin. Tí vald hestanna lá í munni teirra og hala teirra; halar teirra líktust ormum, og høvd vóru á teimum; við teimum var tað, teir gjørdu skaða. Men hini menniskjuni tey, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum vendu ikki við frá verkum handa sína; tey góvu ikki uppat at tilbiðja hinar illu andar og avgudarnar av gulli, silvuri, kopari, steini og træi sum hvørki fáa hugt, hoyrt ella gingið. Tey vendu ikki við frá manndrápum og gandi sínum, siðloysi sínum og stuldri sínum. KAPITUL Eingilin við hini opnu bókrullu. Hinar sjey torurnar. Eg sá nú annan veldigan eingil koma niður av Himli. Hann var sveipaður í skýggj, ælabogin var á høvdi hansara, andlit hansara var sum sólin, og føtur hansara vóru sum eldstólpar. Í hondini hevði hann lítla, opna bókrullu. Hann setti høgra fót á havið og vinstra á jørðina. Hann rópti hart, sum leyva brølar, og táið hann hevði rópt, lótu hinar sjey torurnar røddir sínar hoyrast. Táið hinar sjey torurnar høvdu talað, skuldi eg fara at skriva; men eg hoyrdi rødd av Himli siga: ?Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, skriva tað ikki upp!? Eingilin, ið eg sá standa á havinum og jørðini, lyfti høgru hond móti himli og svór um Hann, sum livir í aldur og allar ævir, Hann, sum hevur skapt himmalin og tað, sum honum er í, jørðina og tað, sum henni er á, og havið og tað, sum tí er í, at eingin tíð skal verða givin meir, men at á teimum døgum, táið rødd hins sjeynda eingils ljóðar táið hann blæsur í lúður er dulda ráð Guds fullført, eins og Hann hevur kunngjørt tænarum Sínum profetunum tað. Røddin, ið eg hevði hoyrt av Himli, talaði aftur við meg og segði: ?Far og tak hina lítlu, opnu bókrullu, sum er í hond eingilsins, ið stendur á havinum og jørðini!? Eg fór tá yvir til eingilin og segði við hann, at hann skuldi geva mær hina lítlu bókrulluna. Hann segði við meg: ?Tak hana og et hana! Hon skal volda pínu í búkinum; men í munni tínum skal hon vera søt sum hunangur.? Eg tók tá hina lítlu bókrulluna úr hond eingilsins og át hana; hon var í munni mínum søt sum hunangur, men táið eg hevði etið hana, kendi eg pínu í búkinum. Sagt varð við meg: ?Tú skalt aftur profetera um mong fólk, mangar tjóðir, mong tungumál og mangar kongar.? KAPITUL Tempul Guds verður mált, Hini bæði vitnini, Sjeyndi lúður. Kristus tekur ríkið, Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: ?Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja! Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu mánaðir traðka niður hin heilaga stað. Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í dagar, klæddir í sekk. Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar. Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis. Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja. Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir. Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland har eisini Harri teirra varð krossfestur. Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv. Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.? Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir. Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: ?Komið upp higar!? Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals fyri eygum fígginda sína. Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd. Annað vei er at enda men triðja vei kemur skjótt! Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: ?Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!? Hinir elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu: ?Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur! Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heiløgu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina.? Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur. KAPITUL Kvinnan og drekin, Bardagi Mikaels við drekan, Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum. Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum. Annað tekin sást í Himli: Stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn og á høvdum sínum sjey krúnur. Hali hansara dró triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, ið eiga skuldi, fyri at gloypa barni hennara, táið hon hevði átt tað. Hon átti dreingjabarn, sum skal stýra øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð rykt burtur til Gud og hásæti Hansara. Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hevur hon stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína dagar. Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust. Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli. Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum. Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: ?Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt. Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt líka til deyðan! Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!? Táið drekin sá, at hann var kastaður niður á jørðina, legði hann eftir kvinnuni, sum hevði átt dreingjabarnið. Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins. Tá spýði ormurin vatn úr munninum eins og á eftir kvinnuni, fyri at skola hana burtur við ánni. Men jørðin kom kvinnuni til hjálpar; jørðin læt upp munnin og drakk ánna, sum drekin spýði úr munni sínum. Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar. Og hann stóð á sandinum við havið. KAPITUL Dýrið, sum upp kemur úr havinum, fær vald frá drekanum, Annað dýr, sum upp kemur úr jørðini, villleiðir mong at tilbiðja hitt fyrra dýrið, Tal dýrsins, Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar. Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald. Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum. Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: ?Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!? Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á mánaðir. Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva. Tí varð givið at berjast við hini heiløgu og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð. Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er. Hevur onkur oyra hann hoyri! Um onkur herleiðir hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði hann skal verða dripin við svørði. Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra! Eg sá nú annað dýr koma upp úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki. Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt. Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna. Við tekinunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum og livdi. Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin. Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna, so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess. Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja tal tess er KAPITUL Hini á Zion, Ávaringar hinna tríggja eingla, Skurður vreiði Guds, Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum. Eg hoyrdi ljóð úr Himli, sum ljóð mangra vatna og sum ljóðið av harðari toru; ljóðið, ið eg hoyrdi, var sum av hørpuspælarum, ið spæla á hørpum sínum. Teir sungu nýggjan song fyri hásætinum og fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; eingin kundi læra songin uttan hinir sum keyptir eru frá jørðini. Hetta eru teir, ið ikki hava dálkað seg við kvinnum teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum frumgróður Guds og lambsins. Í munni teirra er eingin lygn funnin teir eru ólastandi. Eg sá annan eingil flúgva mitt uppi undir himli; hann hevði ævigt evangelium at kunngera teimum, ið á jørðini búgva øllum tjóðum, ættum, tungumálum og fólkum. Hann segði við harðari rødd: ?Óttist Gud, og gevið Honum dýrd! Tí dómstími Hansara er komin; tilbiðið Hann, sum hevur gjørt himmalin, jørðina, havið og vatnkeldurnar!? Uppaftur kom aftan á honum annar eingil, sum segði: ?Fallið, fallið er Bábylon hitt stóra, sum hevur givið øllum fólkasløgum at drekka av vreiðivíni horulívs síns!? Triði eingilin fylgdi aftan á teimum; hann segði við harðari rødd: ?Tilbiður onkur dýrið og mynd tess tekur hann merkið á pannuna ella á hondina so skal hann drekka av vreiðivíni Guds, sum óblandað er skonkt í vreiðibikar Hansara; og hann skal verða píndur við eldi og svávuli fyri eygum hinna heilagra eingla og lambsins. Roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir, og tey hava ikki hvíld hvørki dag ella nátt sum tilbiðja dýrið og mynd tess, og ein og hvør, sum tekur merki navns tess. Her ræður um tol hinna heilagra, sum halda fast við boð Guds og trúnna á Jesus!? Eg hoyrdi rødd úr Himli; hon segði: ?Skriva: Sæl eru hini deyðu, sum doyggja í Harranum hereftir! Ja sigur Andin tey skulu hvíla eftir møði sína, og verk teirra fylgja teimum!? Nú fekk eg at síggja hvítt skýggj; á skýnum sat ein, ið líktist menniskjasyni; hann hevði gullkrúnu á høvdinum og hvassan akurknív í hondini. Annar eingil kom út úr templinum; hann rópti hart til hansara, sum á skýnum sat: ?Send út akurknív tín og heysta! Tí tíðin at heysta er komin, akur jarðarinnar er staðin.? Hann, sum á skýnum sat, læt nú akurknív sín fara yvir jørðina, og jørðin varð heystað. Annar eingil kom út úr templinum í Himli; eisini hann hevði hvassan akurknív. Frá altarinum kom uppaftur annar eingil út; hann hevði vald yvir eldinum; og hann rópti hart til hansara, sum hevði hin hvassa akurknívin: ?Send út hvassa akurknív tín og sker vínberini av víntræi jarðarinnar! Tí vínber tess eru staðin.? Eingilin læt tá akurknív sín fara yvir jørðina, skar ávøkstin av víntræi jarðarinnar og kastaði hann í stóru vreiðivínpersu Guds. Vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út úr vínpersuni líka upp undir boksl hestanna, so langt sum stadiur. KAPITUL Hinir sjey einglarnir við hinum síðstu sjey plágunum, Songur Mósesar og lambsins, Hinar sjey vreiðiskálirnar, Eg sá annað tekin í Himli, stórt og undurfult: Sjey einglar, sum høvdu hinar sjey seinastu plágur við teimum er vreiði Guds fullførd. Eg sá eins og glashav, blandað við eld. Og eg sá tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum við dýrið og mynd tess og tal navns tess; tey stóðu við glashavið við hørpum Guds í hondunum. Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: ?Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna! Hvør skuldi ikki óttast Teg, Harri, og prísað navni Tínum! Eingin er heilagur uttan Tú, og øll fólkasløgini skulu koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni; tí rættvísu dómar Tínir eru opinberaðir!? Síðani sá eg, og tempul vitnisburðartabernakulsins í Himli varð latið upp. Hinir sjey einglarnir, ið høvdu hinar sjey plágurnar, komu út úr templinum, klæddir í reint og skínandi lín og við gullbeltum spentum um bróstið. Ein av hinum fýra verunum fekk hinum sjey einglunum sjey gullskálir, fullar av vreiði Guds, Hansara, sum livir í aldur og allar ævir. Templið fyltist av royki av dýrd Guds og av kraft Hansara; og eingin kundi fara inn í templið, fyrrenn hinar sjey plágur hinna sjey eingla vóru á enda. KAPITUL Hinir sjey einglarnir hella úr skálum sínum. Eg hoyrdi nú harða rødd úr templinum siga við hinar sjey einglarnar: ?Farið og hellið úr hinum sjey vreiðiskálum Guds yvir jørðina!? Hin fyrsti fór og helti úr skál síni á jørðina; tá komu svullir, ringir og vandamiklir, á menniskjuni, sum høvdu merki dýrsins og tilbóðu mynd tess. Annar eingilin helti úr skál síni í havið; tá varð tað blóð sum av deyðum manni og hvør livandi sál í havinum doyði. Triði eingilin helti úr skál síni í áirnar og vatnkeldurnar; tá vórðu tær blóð. Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: ?Rættvísur ert Tú, sum ert, og sum vart, Tú heilagi, at Tú hevur felt henda dóm! Tey hava úthelt blóð heilagra og profeta, og Tú hevur givið teimum blóð at drekka tey eru tað verd!? Og eg hoyrdi altarið siga: ?Ja, Harri Gud, Tú Alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar Tínir!? Fjórði eingilin helti úr skál síni á sólina; tá varð henni givið at brenna menniskjuni við eldi. Menniskjuni brendust í stórum hita og spottaðu navn Guds, sum hevur vald yvir hesum plágum; og tey vendu ikki við til at geva Honum dýrd. Fimti eingilin helti úr skál síni á hásæti dýrsins; tá myrknaði ríki tess, og tey tugdu tungur sínar av pínu. Og tey spottaðu Gud Himmalsins fyri pínur sínar og svullir sínar, og tey vendu ikki við frá verkum sínum! Sætti eingilin helti úr skál síni í hina stóru ánna Eufrat; tá tornaði vatnið í henni upp, so vegurin skuldi verða gjørdur kongunum eystaneftir til reiðar. Úr munni drekans, úr munni dýrsins og úr munni lygiprofetsins sá eg koma út tríggjar óreinar andar; teir líktust paddum. Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda. Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd. Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon. Sjeyndi eingilin helti úr skál síni í luftina; tá kom hørð rødd út úr templinum, frá hásætinum; hon segði: ?Tað er gjørt!? Og snarljós, røddir og torur komu; og stórur jarðskjálvti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vórðu til á jørðini slíkur jarðskjálvti, so stórur. Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu; og Gud mintist hitt stóra Bábylon at geva tí vínbikar strongu vreiði Sínar. Hvør oyggj flýddi, og fjøll vóru ikki at finna. Og stórur heglingur hann vigaði eini pund fall av himli niður á menniskjuni. Og menniskjuni spottaðu Gud fyri heglingspláguna! Plágan av honum var ógvuliga stór. KAPITUL Bábylon, hin stóra skøkja. Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: ?Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum, sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!? So fór hann við mær út í oyðimørk í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn. Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns. Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: ?Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.? Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana. Eingilin segði við meg: ?Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini. Dýrið, ið tú sást, hevur verið og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var og er ikki og skal koma. Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á; tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð. Dýrið, sum var og er ikki er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey og fer burtur til fortaping. Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma saman við dýrinum. Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum. Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu tí tað er Harri harra og Kongur konga.? Hann segði við meg: ?Vøtnini, ið tú sást har sum skøkjan situr eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál. Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp. Tí Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína og at gera eftir einum og sama sinni geva dýrinum kongavald teirra, inntil orð Guds eru fullførd. Kvinnan, ið tú sást, er hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar.? KAPITUL Fall Bábylons. Síðani sá eg annan eingil koma niður av himli; hann hevði stórt vald, og jørðin lýstist upp av dýrd hansara. Hann rópti við veldigari, harðari rødd: ?Fallin, fallin er Bábylon hin stóra! Hon er vorðin bústaður ilra anda, fangahús alskyns óreina anda og fangahús alskyns óreina og viðurstyggiliga fugla. Tí av vreiðivíni horulevnaðs hennara hava øll fólkasløg drukkið; kongar jarðarinnar hava drivið hor við henni, og keypmenn jarðarinnar eru vorðnir ríkir av fylling ólevnaðs hennara.? Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: ?Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara! Tí syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara. Lønið henni aftur, sum hon hevur lønt, ja, gjaldið henni tvífalt eftir verkum hennara, skeinkið henni dupult so nógv í bikarið, sum hon hevur skonkt! So nógv sum hon hevur sett seg sjálva høgt og livað í ólevnaði gevið henni so nógv av pínu og sorg! Aftur fyri at hon sigur í hjartanum: ?Eg siti sum drotning og eri ikki einkja sorg skal eg aldri síggja!? so skulu á einum degi plágur hennara koma: Deyði, sorg og hungur! Hon skal verða brend upp; tí sterkur er Harrin Gud, sum hevur dømt hana. Kongar jarðarinnar, sum hava drivið hor við henni og livað í ólevnaði við henni, skulu gráta og vena seg um hana, táið teir síggja roykin av bruna hennara. Teir skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, og teir skulu siga: ?Vei, vei, tú stóri staður, Bábylon, tú sterki staður, at dómur tín er komin á einum tíma!? Keypmenn jarðarinnar skulu gráta og syrgja um hana, tí eingin longur keypir skipsfarmar teirra farmar av gulli, silvuri, dýrum steinum, perlum, fínum línklæði, purpuri, silki, skarlaki, alskyns angandi viði, alskyns íløtum av fílabeini, alskyns íløtum av dýrum viði, kopari, jarni og marmori farmar av kaneli, dýrari salvu, roykilsi, myrra, viraki, víni, olju, fínum mjøli, hveiti, neytum, seyði, rossum, vagnum, trælum og menniskjasálum! Ávøksturin, ið sál tín tráaði eftir, er farin frá tær; alt góðgætið og alt hitt glitrandi er horvið frá tær og aldri skal nakar finna tað aftur! Teir, ið handlaðu við hesum og eru vorðnir ríkir av henni! skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, gráta og syrgja og siga: ?Vei, vei! Hin stóri staður, sum klæddur var í fínt lín, purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum at á einum tíma so stórur ríkdómur er lagdur í oyði!? Og hvør stýrimaður, hvør skipari og allir sjómenn allir, ið hava virki sítt á sjónum stóðu langt burtur; táið teir sóu roykin av bruna hennara, róptu teir og søgdu: ?Hvat kundi metast javnt við hin stóra stað!? Teir stroyddu mold á høvd síni og róptu við gráti og sorg og søgdu: ?Vei, vei, hin stóri staður! Í honum gjørdust allir teir ríkir, sum hava skip á sjónum av skattum hansara! Á einum tíma er hann lagdur í oyði!? Fegnast yvir henni, Himmal og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum!? Veldigur eingil tók stóran stein sum stóran kvarnarstein kastaði hann í havið og segði: ?Soleiðis skal Bábylon, hin stóri staður, alt í einum verða kollveltur og ikki verða at finna longur! Ljóð av hørpuspælarum, sangarum, floytublásarum og lúðurblásarum skal ikki hoyrast meiri í tær; eingin listarmaður í nakrari list skal finnast meiri í tær; ljóð av kvørn skal ikki hoyrast meiri í tær; ljós av lampu skal ikki skína meiri í tær; rødd brúðgóms og brúðar skal ikki hoyrast meiri í tær tí keypmenn tínir vóru stórmenn jarðarinnar, av tí at øll fólkasløg vórðu villleidd av gandi tínum! Í henni varð funnið blóð profeta og heilagra og alra teirra, ið myrd eru á jørðini!? KAPITUL Lovsongur í Himli um fall Bábylons. Brúdleyp lambsins, Kristus fer út í bardaga, Dýrið og lygiprofeturin verða kastað í eldsjógvin, Síðani hoyrdi eg eins og hart ljóð av stórum skara í Himli; tey søgdu: ?Halleluja! Frelsan, dýrdin og kraftin hoyrir Gudi okkara til. Tí sannir og rættvísir eru dómar Hansara; Hann hevur dømt hina stóru skøkju, ið spilti jørðina við siðloysi sínum, og Hann hevur kravt blóð tænara Sína av hond hennara!? Tey søgdu aðru ferð: ?Halleluja!? Og roykurin av henni stígur upp í aldur og allar ævir. Hinir elstu og hinar fýra verurnar fullu niður og tilbóðu Gud, sum í hásætinum sat; tey søgdu: ?Amen! Halleluja!? Út frá hásætinum kom rødd; hon segði: ?Lovið Gudi okkara, allir tit tænarar Hansara, tit, ið óttast Hann, bæði smá og stór!? Eg hoyrdi eins og ljóð av stórum skara eins og ljóð mangra vatna og eins og ljóðið av sterkum torum; tey søgdu: ?Halleluja! Harrin Gud hin Alvaldi er vorðin kongur! Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til. Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!? Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra. Hann segði við meg: ?Skriva: ?Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins!?? Og hann segði við meg: ?Hetta eru hini sonnu orð Guds!? Eg fall niður fyri føtur hansara at tilbiðja hann; men hann segði við meg: ?Ger ikki tað! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, teirra, sum hava vitnisburð Jesusar. Tilbið Gud! Tí vitnisburður Jesusar er andi profetorðsins.? Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi. Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur. Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds. Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum. Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda. Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: ?Kongur konga og Harri harra.? Eg sá eingil standa í sólini; hann rópti hart og segði við allar fuglar, ið flugu mitt uppi undir himli: ?Komið, savnið tykkum til hin stóra nátturða Guds at eta kjøt konga, kjøt herhøvdinga, kjøt kappa, kjøt hesta og teirra, ið á teimum sita kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!? Og eg sá dýrið og kongar jarðarinnar og herar teirra savnaðar at berjast við Hann, sum á hestinum sat, og við her Hansara. Men dýrið varð tikið, og saman við tí lygiprofeturin, ið hevði gjørt tekinini fyri eygum tess og við teimum villleitt tey, sum tóku merki dýrsins, og tey, sum tilbóðu mynd tess. Tey bæði vórðu livandi kastað í eldsjógvin, sum logar av svávuli. Hinir vórðu dripnir við svørði Hansara, sum á hestinum sat, tí, sum út gekk úr munni Hansara; og allir fuglarnir vórðu mettaðir av kjøti teirra. KAPITUL Djevulin verður bundin, Túsundáraríkið, Djevulin verður loystur aftur, Hin seinasti dómur, Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju. Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, bant hann fyri ár og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar fyrrenn hini árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð. Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi ár. Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini árini vóru á enda. Hetta er fyrra uppreisnin. Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum ár. Táið hini árini eru á enda, skal Satan verða loystur úr fangahúsi sínum. Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar Gog og Magog og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur. Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. Men eldur fall niður av himli og oyddi teir. Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir. Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum. Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum. Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum. Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin eldsjógvurin. Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin. KAPITUL Hin nýggi himmal og hin nýggja jørð, Dýrd hins nýggja Jerúsalems, Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur. Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerúsalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum. Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: ?Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra. Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur tí hitt fyrra er farið.? Hann, sum í hásætinum sat, segði: ?Hygg, Eg geri alt nýtt!? Og Hann segði við meg: ?Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.? Hann segði við meg: ?Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins. Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín. Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli tað er hin annar deyðin.? Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom nú til mín, talaði við meg og segði: ?Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins!? Hann fór so í andanum við mær niðan á stórt, høgt fjall og vísti mær hin heilaga stað, Jerúsalem, ið kom niður av Himli, frá Gudi. Hann hevði dýrd Guds, og hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur. Hann hevði stóran og høgan múr við tólv portrum; við portrini stóðu tólv einglar, og á portrunum vóru nøvn skrivað, nøvn hinna tólv ætta Ísraelssona. Móti eystri vóru trý portur, móti norðri trý portur, móti suðri trý portur og móti vestri trý portur. Múrur staðarins hevði tólv grundarsteinar, og á teimum stóðu nøvn hinna tólv ápostla lambsins. Hann, ið tosaði við meg, hevði mál gullrør fyri at hann skuldi mála staðin, portur hansara og múr hansara. Staðurin liggur í fýrhyrningi; longd og breidd hansara eru líka. Hann máldi staðin við rørinum: stadiur longd, breidd og hædd hansara eru líka. Hann máldi múr hansara: alin eftir menniskjamáli sum eisini er einglamál. Múrur staðarins var laðaður av jaspis, og staðurin var reint gull, líkur reinum glasi. Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd, fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryl, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametyst. Hini tólv portrini vóru tólv perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas. Eg sá einki tempul í honum; tí tempul hansara er Harrin Gud hin Alvaldi og lambið. Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara. Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar skulu bera dýrd sína inn í hann. Portur hansara skulu aldri verða stongd um dagin tí nátt skal ikki vera har. Dýrd og æra tjóðanna skal verða borin inn í hann. Einki óreint skal koma inn í hann, og eingin, sum ger tað, ið viðurstyggiligt er, ella gongur við lygn bert tey, sum skrivað eru í lívsbók lambsins. KAPITUL Lívsvatnsáin. Træ lívsins. Sæla hinna útvaldu, Hvørji ið skulu fáa lut og part í henni, Eftirskrift, Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystal; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins. Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst hvønn mánað gav tað ávøkst sín; bløð træsins vóru tjóðunum til grøðing. Einki bann skal vera longur. Hásæti Guds og lambsins skal vera í honum, og tænarar Hansara skulu tæna Honum. Teir skulu síggja ásjón Hansara, og navn Hansara skal vera á pannum teirra. Nátt skal ikki vera longur; og teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós; tí Gud Harrin skal lýsa yvir teimum, og teir skulu vera kongar í aldur og allar ævir. Hann segði við meg: ?Hesi orð eru trúverd og sonn; og Harrin, Gud anda profetanna, hevur sent eingil Sín at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt fer at henda. Eg komi skjótt! Sælur er tann, ið heldur fast við profetorðini í hesi bók!? Eg, Jóhannes, var tann, ið hoyrdi og sá hetta. Táið eg hevði hoyrt og sæð, fall eg niður at tilbiðja fyri fótum eingilsins, ið vísti mær hetta. Men hann segði við meg: ?Ger ikki so! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, profetanna, og teirra, sum halda fast við orðini í hesi bók. Gud skalt tú tilbiðja!? Hann segði við meg: ?Tú skalt ikki innsigla profetorðini í hesi bók; tí tíðin er nær. Tann, ið ger órætt, haldi áfram at gera órætt, hin óreini dálki seg enn sum áður, hin rættvísi haldi áfram at gera rættvísi, og hin heilagi verði halgaður enn sum áður! Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er. Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin. Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin! Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn. Eg, Jesus, havi sent eingil Mín at vitna hetta fyri tykkum um samkomurnar. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørna. Andin og brúðurin siga: ?Kom!? Tann, ið hoyrir, sigi: ?Kom!? Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!? Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. Hann, sum vitnar hetta, sigur: ?Ja, Eg komi skjótt!? Amen! Kom, Harri Jesus! Náði Harrans Jesusar veri við øllum! Orðtøkini KAPITUL Orðtøk Sálomos, sonar Dávids, kongs Ísraels. Av teimum kann ein læra vísdóm og tykt og skilja vitiga talu; av teimum kann ein fáa revsing, ið ger hann klókan, og læra rættvísi, rætt og rættsinni; tey geva hinum óroyndu klókskap, hinum ungu kunnskap og skil. Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt. Av teimum kann ein læra at skilja orðtøk og líkingamál, orð vísmanna og gátur teirra. At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt. Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg! Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín. Sonur mín! Táið syndarar lokka teg, sig tá nei! Táið teir siga: ?Kom við okkum! Vit skulu lúra eftir blóði, uttan grund seta fellur fyri hini sakleysu; sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina; vit skulu vinna okkum góðs og gull, fylla hús okkara við ráni; tú skalt sleppa at kasta lut um tað saman við okkum, vit skulu allir hava ein pung? sonur mín, far tá ikki við teimum, halt fóti tínum frá leið teirra! Tí føtur teirra eru skjótir til hitt illa, teir eru kvikir at úthella blóð; til onga nyttu verður netið breitt út, so allir fuglarnir síggja; teir lúra eftir sínum egna blóði, teir seta fellur fyri seg sjálvar. Soleiðis gongst einum og hvørjum, ið er tráur eftir órøttum vinningi hann tekur lívið av sínum egnu harrum! Vísdómurin rópar á gøtuni, hann letur rødd sína ljóða á torgunum; á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur: ?Hvussu leingi ætla tit fávitskutu at elska fávitsku, og hvussu leingi ætla spottararnir at hava gleði sína í spotti, og dárarnir at hata kunnskap? Vendið við og aktið eftir revsing míni! So skal eg lata anda mín streyma út yvir tykkum, eg skal kunngera tykkum orð míni. Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína, við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni, so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri, táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum. Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki. Aftur fyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast HARRAN, vildu ikki vita av ráði mínum, men vanvirdu alla revsing mína, so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum. Tí at hini fávitskutu venda sær burt tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra. Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og livir í friði uttan ótta fyri vanlukku.? KAPITUL Sonur mín! Tekur tú við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, so tú vendir oyra tínum til vísdóm og boyggir hjarta títt til klókskap, ja, kallar tú á vitið og rópar hart eftir klókskapinum, leitar tú eftir honum sum eftir silvuri, og grevur tú eftir honum sum eftir dýrgripum, so skalt tú skilja, hvat tað er at óttast HARRAN, og vinna tær kunnskap um Gud. Tí HARRIN er tann, sum gevur vísdóm, av munni Hansara koma kunnskapur og vit; Hann goymir hinum sannhjartaðu lukku, Hann er øllum teimum skjøldur, sum liva ólastandi! Hann vakir yvir gøtum rættarins og varðveitir veg hinna heiløgu Sína. Tá skalt tú skilja rættvísi, rætt og rættsinni, ja, eina og hvørja góða leið. Tí vísdómur skal koma í hjarta títt, og kunnskapur skal gleða sál tína; skil skal halda vakt yvir tær, vit skal vera verja tín at bjarga tær frá ringum leiðum, frá fólki, sum talar tað, ið rangvørgt er, frá teimum, sum fara av rættvísileiðum og ganga á gøtum myrkursins, sum hava gleði av at gera ilt og rópa av gleði um tað, ið rangvørgt og ónt er, sum ganga á sniðgøtum og fylgja rangvørgum leiðum. Vísdómurin skal frelsa teg frá konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum, sum hevur svikið ungdómsvin sín og gloymt sáttmála Guds síns. Tí hús hennara søkkur niður í deyðan, og vegir hennara ganga niður til deydningarnar; aftur kemur eingin, ið inn til hennara fer, teir náa aldri leiðum lívsins. Vísdómurin skal hjálpa tær at ganga vegin, ið hini góðu ganga, og halda teg á leiðum rættvísra. Tí hini sannhjartaðu skulu búgva í landinum, og hini ólastandi skulu verða eftir í tí; men hini gudleysu skulu verða beind av landinum, og hini trúleysu skulu verða rykt burtur úr tí. KAPITUL Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni! Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli. Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum! Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni. Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni! So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum. Sonur mín! Virð ikki lítið tykt HARRANS, og ver ikki ótolin, táið Hann revsar teg! Tí HARRIN revsar tann, ið Hann elskar, Hann straffar sonin, ið er Honum kærur. Sælur er tann, ið hevur funnið vísdóm, sælt er tað menniskja, ið vinnur sær vit. Tí betri er at vinna vísdóm enn at vinna silvur, og vinningurin, ið hann gevur, er betri enn gull. Hann er dýrabarari enn perlur, og av øllum dýrgripum tínum er eingin sum hann. Langt lív hevur hann í høgru hond, ríkdóm og heiður í vinstru. Vegir hansara eru lívsælir vegir, og allar gøtur hansara eru lukka. Hann er teimum lívsins træ, sum grípa hann, og lukkuligur tann, ið ikki sleppir honum! Við vísdómi hevur HARRIN grundfest jørðina; við viti hevur Hann bygt himmalin. Við kunnskapi Hansara streymaðu hini djúpu vøtn fram, og við honum lata skýggini døgg dryppa niður. Sonur mín! Lat ikki vísdóm og klókskap víkja frá eygum tínum, gev teimum gætur! So skulu tey vera sál tíni lív og hálsi tínum prýði. Tá skalt tú trygt ganga leið tína og ikki sláa fótin ímóti. Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur. Tá nýtist tær ikki at óttast fyri bráðari ræðslu ella fyri ódnini, táið hon brestur á yvir hinum gudleysu. Tí HARRIN skal vera álit títt, og Hann skal varða fót tín frá snerruni. Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini so satt sum tú ert mentur at lata hana! Sig ikki við næsta tín: ?Far, og kom aftur! Eg skal geva tær í morgin!? táið tú fært gjørt tað alt fyri eitt! Legg ikki upp ónd ráð móti næsta tínum, táið hann heldur seg búgva tryggan hjá tær! Kjakast ongan við uttan grund, táið hann einki ilt hevur gjørt tær! Øvunda ikki yvirgangskropp, og vel onga av øllum leiðum hansara! Tí hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara. Í húsi hins gudleysa er bann HARRANS, men bústað rættvísra signar Hann. Spottarar spottar Hann, men eyðmjúkum gevur Hann náði. Hini vísu arva heiður, men dárarnir fáa skomm í løn. KAPITUL Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap! Tí góðan lærdóm gevi eg tykkum; sleppið ikki tí, ið eg læri tykkum! Tí táið eg var sonur heima hjá faðir, táið eg var lítil og einasta barn móður, lærdi hann meg og segði við meg: ?Lat hjarta títt halda fast orðum mínum, varða boð míni, so skalt tú liva! Keyp vísdóm, keyp vit, gloym ikki og vík ikki frá orðum muns míns! Slepp ikki vísdóminum, so skal hann halda vakt yvir tær, elska hann, so skal hann vera vernd tín! Upphav vísdóms er: Keyp vísdóm, ja, keyp vit fyri alt, ið tú eigur! Set hann høgt, so skal hann seta teg høgt! Hann skal koma tær til heiður, táið tú fevnir hann. Hann skal seta vakran krans á høvd títt, hann skal rætta tær fagra krúnu.? Hoyr, sonur mín, og tak við orðum mínum, so skalt tú fáa mong ár at liva! Eg vísi tær veg vísdómsins, leiði teg eftir gøtum rættvísinnar. Táið tú gongur, skal einki vera stigum tínum til hindurs, og táið tú rennur, skalt tú ikki snáva. Halt fast í tyktina, slepp henni ikki, varða hana, tí hon er lív títt! Kom ikki á gøtur gudleysra, og fylg ikki vegi hinna óndu! Skýggja hann, fylg honum ikki, vík frá honum og far øðrumegin við! Tí tey fáa ikki sovið, uttan tey hava gjørt okkurt ilt, tey missa svøvnin, fáa tey ikki onkun til fals. Tey eta gudloysisbreyð og drekka yvirgangsvín. Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er. Vegurin, ið hini gudleysu ganga, er sum bølmyrkur; tey vita ikki, hvat tey fara at detta um. Sonur mín! Gev orðum mínum gætur, legg oyrað til tað, ið eg sigi! Lat tað ikki fara tær úr eygsjón, varða tað djúpt í hjarta tínum! Tí tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing. Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út! Halt teg frá sviki við munninum, lat falskar varrar vera langt frá tær! Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær! Ger fóti tínum gøtuna slætta, lat allar vegir tínar miða á málið! Halt ikki av, hvørki til høgru ella vinstru, lat fót tín víkja frá illum! KAPITUL Sonur mín! Lurta eftir vísdómi mínum, legg oyrað til vit mítt, so tú kanst goyma klók ráð, og varrar tínar kunnu varða kunnskap! Tí hunangur dryppar av vørrum fremmandarar kvinnu, og hálari enn olja er muður hennara; men til endan verður hon beisk sum malurt, hvøss sum tvíeggjað svørð. Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið. Á leið lívsins vil hon ikki ganga; vegir hennara sneiða higar og hagar, og hon veit ikki av tí. So lurta nú eftir mær, sonur mín, vík ikki frá orðum muns míns! Lat leið tína liggja langt frá henni, kom ikki nær húsdurum hennara, so tú kemur ikki at geva øðrum prýði títt, grummum harra ár tíni, so fremmand skulu ikki verða mettað av ogn tíni, og vinningur tín skal ikki enda í húsi fremmandamans, og tú ikki verða gripin av iðran, táið av tornar, táið likam títt og hold títt tærist burtur, og siga: ?Hvussu bar tað til, at eg hataði tykt, og at hjarta mítt virdi lítið um revsing? Hví lurtaði eg ikki eftir teimum, ið lærdu meg, hví legði eg ikki oyrað til teirra, ið vegleiddu meg? Lítið vantaði á, at eg kom í størstu vanlukku mitt á dómtingi samkomunnar!? Drekk vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu! Skulu keldur tínar streyma út á gøtuna, løkir tínir á torgini! Nei, eina tær skulu tey tilhoyra, og ongum fremmandum saman við tær! Kelda tín veri signað, gleð teg í konu ungdóms tíns! Hin elskuliga hindin, hin yndisliga gemsan barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara! Hví skuldi tú, sonur mín, verið drukkin av konu annars mans og tikið fremmanda kvinnu í favn! Tí fyri eygum HARRANS eru leiðir mansins, gjølla ansar Hann eftir øllum sporum hansara. Hin gudleysi kemur fastur í sínar egnu misgerðir, og hansara egnu syndasnerrur halda honum føstum. Hann doyr, tí hann læt seg ikki tykta, og hansara egni stóri dárskapur voldir, at hann fer umkoll. KAPITUL Sonur mín! Hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, hevur tú givið handtak fyri annan mann, hevur tú latið teg bundið við orðum muns tíns, hevur tú latið teg fangað við orðum muns tíns, so ger meðni hetta, sonur mín, og bjarga tær, síðani tú ert komin í hendur næsta tíns: Far og kasta teg niður fyri næsta tínum, gakk á hann, unn ikki eygum tínum svøvn, ikki eygnalokum tínum blund, bjarga tær sum skógargeit úr snerruni, sum fugli úr hond fuglamansins! Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur! Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra, og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín. Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni? [Tú sigur:] ?Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!? Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður! Níðingur, illgerðarmaður er tann, ið gongur um við sviki í munni, sum blunkar við eyganum, talar við fótinum og ger tekin við fingrunum; svik hevur slíkur í hjartanum, altíð upphugsar hann ilt í hjartanum og voldir trætur. Vanlukkan skal tí koma brádliga á hann; snøggliga verður hann ógrøðandi sundursoraður. Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd: Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð, hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er, tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður. Sonur mín! Goym boð faðirs tíns, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg! Bind tær tað altíð at hjarta, knýt tær tað fast um hálsin! Tað skal leiða teg, táið tú gongur, halda vakt yvir tær, táið tú liggur, og tala við teg, táið tú vaknar. Tí boðið er lykt, læran ljós, og revsandi áminningar eru vegur lívsins. Tey varða teg fyri óndum kvinnum, fyri hálu tungu konu annars mans. Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum! Tí skøkjan armar mann út líka til síðstu breyðflís, og kona annars mans fangar dýrabara sál. Man nakar fáa borið eld í barminum, uttan at klæði hansara brennast! Man nakar fáa gingið á glóðum og brenna ikki føturnar! Og so verður við honum, ið fer inn til konu næsta síns; eingin, ið nemur hana, sleppur undan revsing. Verður tjóvurin ikki vanvirdur, táið hann stjelur, um tað so er fyri at stilla svongd sína! Og verður hann tikin, má hann bøta sjeyfalt; alt hann eigur í húsinum, noyðist hann at lata. Tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur; eingin ger slíkt uttan tann, ið vil forkoma sær sjálvum. Høgg og skomm, tað er tað, ið hann vinnur, og vanæra hansara verður aldri útstrikað. Tí illur verður maðurin um, at tú hevur gingið honum ov nær, og hann sparir ikki hevndardagin; líka leggur hann í bøtur, og hann blíðkast ikki, um tú so býður honum stórar gávur. KAPITUL Sonur mín! Varða orð míni og goym boð míni hjá tær! Halt boð míni, so skalt tú liva, varða sum eygnasteinin tað, ið eg læri teg! Bind tað á fingrar tínar, skriva tað á talvu hjarta tíns! Sig við vísdómin: ?Tú ert systir mín!? Og kalla vitið vinkonu tína so tey varða teg fyri konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum! Tí eg hugdi út um vindeygað á húsi mínum, út millum rimarnar, og millum hinar óroyndu sá eg unglinga, eg legði til merkis millum hinar ungu ein við ongum skili, hann gekk eftir gøtuni við hornið, har sum hon búði, tók leiðina at húsi hennara í skýmingini, móti kvøldi, táið nátt og myrkur komu. Tá kom ímóti honum kvinna í skøkjubúna og við svikafullum hjarta. Vill er hon og kát; heima hava føtur hennara ikki frið á sær; nú er hon á gøtum, nú á torgum, og á hvørjum horni lúrir hon. Hon treiv í hann og kysti hann, og við frekum andliti segði hon við hann: ?Eg hevði takkoffur at bera fram, og í dag havi eg uppfylt lyfti míni; tí fór eg út ímóti tær, at leita eftir tær, og nú havi eg funnið teg. Eg havi reitt song mína við teppum, við marglittum teppum av egyptiskum líni. Myrra, aloe og kanel havi eg stroytt út yvir legu mína. Kom, lat okkum stuttleika okkum í kærleika, inntil lýsir, frøa okkum í elskhugalysti! Tí maður mín er ikki heima, hann er farin langa ferð; peningapungin tók hann við sær; hann kemur ikki aftur, fyrrenn fullmáni verður!? Soleiðis lokkaði hon hann við alskyns føgrum orðum, við sleisku vørrum sínum fekk hon vald á honum; hann fylgir henni við tað sama sum tarvur, ið verður leiddur at verða dripin, sum í fótjørnum, ið dárin verður tyktaður við inntil pílurin klývur livur hansara eins og fuglurin skundar sær í snerruna og veit ikki, at lívið er í váða! So lurta nú eftir mær, sonur mín, og gev orðum muns míns gætur! Lat ikki hjarta títt venda sær til vegir hennara, vilst ikki inn á gøtur hennara! Tí mangar, ið hava fingið ólívssár, hevur hon felt, og stórt er tal teirra, ið hon hevur dripið. Gjøgnum hús hennara liggja leiðirnar til deyðaríkið, tær, ið ganga niður í kømur deyðans. KAPITUL Hoyrið! Vísdómurin rópar, og vitið letur rødd sína hoyrast. Uppi á heyggjum við vegin stendur hann, á vegamótum; við portrini, har sum farið verður út úr býnum, har sum farið verður inn um liðini, rópar hann hart: ?Eg kalli á tykkum, menn, og rødd mín ljóðar til menniskjabørnini. Lærið klókskap, tit fávitskutu, lærið vit, tit dárar! Hoyrið! Tí um tað, ið høgt er, tali eg, og eg lati upp varrar mínar við rættvísum orðum; tunga mín talar sannleika, og gudloysi er vørrum mínum andstygd. Øll orð muns míns eru røtt, einki falskt ella rangvørgt er í teimum. Tey eru øll somul hinum vitiga einføld og teimum røtt, sum hava funnið kunnskap. Takið við tykt míni heldur enn silvuri, takið við kunnskapi heldur enn útvaldum gulli! Tí vísdómur er betri enn perlur, og av øllum dýrgripum er eingin sum hann. Eg, vísdómurin, havi klókskap í ogn, og eg dugi at finna vitig ráð. At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg. Eg eigi ráð og vísdóm, eg havi vit, eg havi styrki. Við mær stýra kongarnir, og við mær áseta høvdingarnir tað, ið rætt er. Við mær ráða stjórnarmenninir og stórmenninir, ja, allir dómarar á jørðini. Eg elski tey, sum elska meg, og tey, sum leita eftir mær, skulu finna meg. Hjá mær er ríkidømi og heiður, gamalt arvagóðs og rættvísi. Ávøkstur mín er betri enn gull, ja, fínasta gull, og vinningurin, ið eg gevi, er betri enn útvalt silvur. Á rættferðarvegi gangi eg, mitt á rættvísigøtum; tí gevi eg teimum, ið elska meg, sannan ríkdóm í arv og fylli goymslur teirra. Meg skapti HARRIN sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað. Frá ævunum eri eg vorðin til, frá upphavi, áðrenn jørðin var. Táið avgrundirnar ikki vóru til enn, varð eg føddur, áðrenn nakrar keldur, fullar av vatni, vóru til. Áðrenn fjallagrundirnar vórðu lagdar, áðrenn heyggjarnir vórðu til, varð eg føddur, áðrenn Hann hevði skapt jørðina og markina og fyrsta moldklump jarðarríkis. Táið Hann bygdi himmalin, var eg har, táið Hann setti hvølv yvir djúpið. Táið Hann festi skýggini í erva og gav keldunum í djúpinum fasta stað teirra, táið Hann setti sjónum mark, so vøtnini fara ikki longur, enn Hann sigur til, táið Hann legði grundvøllir jarðar tá var eg verkstjóri Hansara, og eg var gleði Hansara dag eftir dag; altíð spældi eg fyri ásjón Hansara; eg spældi á allari jørð Hansara, so víð sum hon var, og gleði mína hevði eg í menniskjabørnunum. Og nú, børn, lurtið eftir mær! Sæl eru tey, sum fylgja leiðum mínum! Lurtið eftir tykt míni og verðið vís, vanvirðið hana ikki! Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar! Tí tann, ið finnur meg, finnur lívið og fær náði frá HARRANUM. Men tann, ið ikki finnur meg, skaðar seg sjálvan; ein og hvør, ið hatar meg, elskar deyðan.? KAPITUL Vísdómurin hevur bygt sær hús, hon hevur høgt til hinar sjey stólpar sínar; hon hevur dripið fæ sítt og blandað vín sítt, hon hevur eisini sett á borð sítt; hon hevur sent út gentur sínar og býður inn á hinum hægstu støðunum í býnum: ?Tann, ið óroyndur er, hann komi higar!? Ja, við tann, ið einki vit hevur, sigur hon: ?Komið og smakkið breyð mítt, og drekkið av víninum, ið eg havi blandað! Latið fávitsku fara, so skulu tit liva, og gangið beint fram eftir vegi vitsins! Tann, ið revsar spottara, vinnur sær sjálvum vanæru, og tann, ið setur at hinum gudleysa, heystar skomm. Hav ikki at spottara, tí hann hatar teg fyri tað! Hav at hinum vísa hann skal elska teg fyri tað! Lær hin vísa, so verður hann enn vísari! Lær hin rættvísa, so gongur hann fram í lærdómi! At óttast HARRAN er upphav vísdóms, og at kenna hin Heilaga, tað er vit. Tí við mær verða dagar tínir mangir, og ár lívs tíns eykast. Ert tú vísur, ert tú tað til títt egna gagn, og ert tú spottari, kemur tú einsamallur at bera tað.? Dárskapurin er kát kvinna, ber fávitska, og einki hon skilir. Hon situr fyri húsdurum sínum, í hásæti á heyggi í býnum, og býður teimum inn, sum koma framvið, teimum, ið ganga leið sína beint fram: ?Tann, ið óroyndur er, hann komi higar!? Ja, við tann, ið einki vit hevur, sigur hon: ?Stolið vatn er søtt, og leskiliga smakkar breyð, etið í loyndum!? Men hann veit ikki, at har búgva deydningarnir, at gestir hennara eru í djúpi deyðaríkisins. KAPITUL Orðtøk Sálomos. Vísur sonur gleðir faðir sín, men sonur, sum er dári, er sorg móður sínar. Skattir gudloysis bata einki, men rættvísi frelsir frá deyðanum. HARRIN letur ikki hin rættvísa hungra, men tráan gudleysra vísir Hann frá Sær. Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan. Klókur sonur savnar um summarið; sonur, sum er dári, svevur heystardag. Signingar koma yvir høvd hins rættvísa, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala. Minnið um hin rættvísa verður signað, men navn gudleysra rotnar burtur. Tann, ið hevur vísdóm í hjartanum, tekur við boðum, men tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar. Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður. Tann, ið blunkar við eyganum, voldir ilt, og tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar. Muður hins rættvísa er kelda lívsins, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala. Hat vekur split, men kærleiki fjalir allar syndir. Á vørrum hins klóka er vísdómur at finna, men stavurin er til rygg hansara, sum einki vit hevur. Hini vísu goyma kunnskapin, ið tey hava, men muður dárans hóttir við oyðing. Góðs hins ríka er fasti staður hansara, men armóð fátækra er vanlukka teirra. Tað, sum hin rættvísi vinnur, verður honum til lív; inntøka hins gudleysa verður honum til synd. At akta eftir tykt er vegurin til lívið, men tann, ið vísir revsing frá sær, villist. Tann, ið loynir hat, hevur falskar varrar, og tann, ið flytur útspilling, er dári. Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur. Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjarta gudleysra er einki vert. Varrar hins rættvísa leska mong, men dárarnir doyggja, tí teir hava einki vit. Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni. Dáranum er tað stuttleiki at gera skammleysar gerðir, men vísdómur er hinum vitiga manni lystur. Tað, sum hin gudleysi ræðist fyri, skal koma á hann, men tað, sum rættvís ynskja sær, verður teimum givið. Táið stormurin kemur, er úti við hinum gudleysa, men hin rættvísi stendur á ævigari grund. Tað, sum edikur er tonnunum, og roykur eygunum, er letingin honum, ið sendir hann. Ótti HARRANS leingir um lívið, men ár gudleysra styttast. Rættvís hava gleði at vænta sær, men vón gudleysra verður av ongum. Vegur HARRANS er hinum ólastandi føst borg, men hann er teimum undirgangur, sum gera órætt. Hini rættvísu skulu aldri vikast, men hini gudleysu skulu ikki verða búgvandi í landinum. Muður hins rættvísa ber ávøkst vísdóms, men hin falska tungan verður skorin av. Varrar hins rættvísa skilja tað, ið dámligt er, men muður gudleysra er bert svik. KAPITUL Skeiv vekt er HARRANUM andstygd, men fulla vekt líkar Honum væl. Kemur hugmóð, kemur skomm við, men hini eyðmjúku, tey hava vísdóm. Rættsinni hinna sannhjartaðu leiðir tey, men rangvørga sinni hinna trúleysu forkemur teimum. Góðs hjálpir einki vreiðidagin, men rættvísi frelsir frá deyðanum. Rættvísi hins lýtaleysa ger veg hansara slættan, men hin gudleysi fellur við gudloysi sínum. Rættvísi hinna sannhjartaðu bjargar teimum, men hini trúleysu verða fangað í sínum egna óndskapi. Táið gudleyst menniskja doyr, er úti við vón hansara, ja, yvirstaðið er við tí, sum hini óndu stunda eftir. Hin rættvísi verður frelstur úr neyðini, og hin gudleysi kemur í stað hansara. Við munninum oyðir hin gudleysi næsta sín, men við kunnskapi sínum verða hini rættvísu bjargað. Táið hinum rættvísu gongst væl, fegnast staðurin, og táið hini gudleysu ganga til grundar, hoyrast gleðiróp. Við signing hinna sannhjartaðu reisist staður upp, men muður gudleysra brýtur hann niður. Tann, ið tosar vanvirðisliga um næsta sín, honum fattast vit; vitigur maður tigur. Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, men tann, sum er trúfastur í andanum, dylur tað. Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl. Illa gongst tí, sum gongur í ábyrgd fyri ein annan, men tann, ið skýggjar at geva handtak, er tryggur. Yndislig kvinna vinnur heiður og yvirgangskroppar vinna ríkidømi! Hjartagóður maður ger væl við seg sjálvan, men hin harðhjartaði forkemur sær. Hin gudleysi vinnur løn, sum svíkur, men tann, ið sáar rættvísi, fær løn, sum varir. Tann, sum stendur fastur í rættvísi, honum verður tað til lív, men tann, ið jagar eftir illum, voldir sær sjálvum deyðan. Tey, sum hava rangvørgt hjarta, eru HARRANUM andstygd, men væl líkar Honum tey, sum ganga lýtaleysan veg. Vissuliga verður hin óndi ikki óstraffaður; men avkom rættvísra sleppur undan. Sum gullringur í svínstrýni er vøkur kvinna, sum einki vit hevur. Tað, sum hini rættvísu tráa eftir, verður bert til lukku, men hini gudleysu hava vreiði at vænta sær. Ein stroyir út og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt og hevur tó ov lítið. Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur. Tann, ið heldur korninum aftur, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvd hansara, sum selur korn. Tann, sum leitar eftir tí, ið gott er, leitar eftir tí, ið dámligt er, men tann, sum stundar eftir illum, yvir hann kemur hitt illa. Tann, ið lítur á ríkidømi sítt, fellur, men hini rættvísu grønkast sum leyvið. Tann, ið fær hús sítt í ólag, skal arva vind, og dárin verður tænari hins vísa. Ávøkstur hins rættvísa er lívsins træ, og hin vísi vinnur sálir. Hin rættvísi fær løn sína á jørðini hvussu mikið meiri tá ikki hin gudleysi og syndarin! KAPITUL Hann, ið elskar tykt, elskar kunnskap; tann, ið hatar revsing, er býttur. Hin góði vinnur náði frá HARRANUM, men hin svikafulla dómfellir Hann. Gudloysi hjálpir ongum at standa fast, men rót hinna rættvísu vikast ikki. Góð kona er krúna mans síns, men ring kona er sum rot í beinum hansara. Hugsanir rættvísra stevna eftir rætti, men ráð gudleysra eru svik. Orð gudleysra lúra eftir blóði, men muður hinna sannhjartaðu frelsir tey. Gudleys verða kollvelt og eru so ikki til longur, men hús rættvísra stendur fast. Maðurin fær rós, eftir sum hann er vitigur til, men tann, ið hevur rangvørgt hjarta, verður vanvirdur. Betri er at verða hugdur niður á og halda træl, enn at spæla stórur og ikki eiga breyð! Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart. Tann, ið dýrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, honum fattast vit. Hin gudleysi tráar eftir tí, ið er hinum óndu snerra, men rættvísum gevur Gud fasta rót. Tann, ið óndur er, kemur fastur í syndina, sum varrar hansara gera, men hin rættvísi sleppur úr neyðini. Av ávøksti muns síns verður maðurin mettaður við góðum, og tað, ið hendur menniskjans hava gjørt, verður tí afturlønt. Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur. Vreiði dárans verður kend sama dag, men hin klóki verður spottaður og letst sum einki. Tann, sum talar tað, ið rætt er, fremur sannleika, men falskt vitni talar svik. Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót. Sannorðað vørr verður standandi í allar ævir, men lygitunga bert eina løtu. Tey, sum smíða ilt, hava svik í hjartanum, men tey, sum fáa frið í lag, hava gleði. Einki ilt rámar hin rættvísa, men gudleysum trýtur ikki vanlukka. Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu. Hin klóki dylur kunnskap sín, men hjarta dáranna rópar út dárskap sín. Hond hins hugagóða kemur at stýra, men leti verður trælur. Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir. Hin rættvísi vegleiðir næsta sín, men vegur gudleysra villleiðir tey sjálv. Leti steikir ikki veiðu sína, men ídni er menniskjanum dýrabarur skattur. Á rættvísivegi er lív, og gøtur hansara leiða ikki í deyðan. KAPITUL Vísur sonur lurtar eftir revsing faðirs síns, men spottarin leggur ikki í, um hann verður deildur. Av ávøksti muns síns nýtur maðurin gott, men hini trúleysu hungra eftir yvirgangi. Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku. Hin lati tráar og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett. Hin rættvísi hatar lygitalu, men hin gudleysi ger tað, ið ilt og skammiligt er. Rættvísi er honum vernd, sum livir ólastandi, men gudloysi fellir tann, ið ger synd. Mangur letst ríkur og eigur tó púra einki, og mangur letst fátækur og eigur tó nógv. Ríkidømi mansins er loysigjald fyri lív hansara, men hin fátæki fær ongar hóttur at hoyra. Ljós rættvísra logar bjart, men lampa gudleysra sløknar. Við hugmóði voldir ein einki uttan split, men vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum. Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt. At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ. Tann, ið vanvirðir orðið, forkemur sær sjálvum, men tann, ið óttast boðið, fær løn. Læra hins vísa er kelda lívsins; við henni sleppur ein undan snerrum deyðans. Skilagott menniskja verður avhildið, men harður er vegur svikaranna. Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili, men dárin breiðir út dárskap. Gudleyst sendiboð fellur í vanlukku, men trúfastur boðberi er heilsubót. Armóð og skomm fær tann, sum ikki vil vita av tykt, men tann, ið aktar eftir revsing, verður ærdur. Uppfylt ynski er sálini søtt men at víkja frá illum er dárum andstygd! Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa. Vanlukka eltir syndarar, men rættvís verða lønt við góðum. Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa. Nýbrotið land fátækrafólks gevur nógva føði, men mangur verður ryktur burtur, tí hann ger ikki tað, ið rætt er. Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er. Hin rættvísi etur, so hann verður mettur, men hini gudleysu ganga við tómum maga. KAPITUL Kvinnuvísdómur byggir hús sítt, men dárskapur rívur tað niður við hondum sínum. Tann, ið sannhjartaður gongur fram, óttast HARRAN, men tann, ið gongur sniðgøtur, vanvirðir Hann. Í munni dárans er koyril hugmóðs hansara, men varrar hinna vísu eru vernd teirra. Har sum eingir tarvar eru, er krubban tóm, men ríkligur vinningur kemur við styrki tarvsins. Trúfast vitni lýgur ikki, men tann, ið talar lygn, er falskt vitni. Spottarin leitar eftir vísdómi, men finnur hann ikki, men hinum vitiga er liðuligt at vinna kunnskap. Far frá dáranum ei fanst tú vit á vørrum hansara! Vísdómur hins klóka er, at hann skilir veg sín, men dárskapur dáranna er, at teir dára seg sjálvar. Dárar verða spottaðir av sínum egna skyldofri, men vælvild ræður millum rættsint. Hjartað kennir sjálvt beisku sorg sína, og í gleði tess blandar eingin fremmandur seg. Hús gudleysra skal verða lagt í oyði, men tjald hinna sannhjartaðu skal blóma. Mangur vegur tykist manni beinur og so er endi hansara kortini leiðir deyðans! Ja, mitt í látrinum pínist hjartað, og endin á gleðini er sorg. Av atburði sínum skal hin fráfalni verða mettaður, og góður maður heldur seg burtur frá honum. Hin fávitskuti trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur. Hin vísi óttast og heldur seg frá illum, men dárin loypur framav og heldur seg vera tryggan. Hin bráðsinti ger dárskap, og svikafullur maður verður hataður. Hini fávitskutu fáa dárskap í arv, men klók verða krýnd við kunnskapi. Hini óndu verða noydd at boyggja seg fyri hinum góðu, og hini gudleysu við portur rættvísra. Hin fátæki verður hataður, enntá av vini sínum, men mong eru tey, sum elska ríkmannin. Tann, ið vanvirðir næsta sín, syndar, men sælur er tann, sum tykist synd í hinum ørmu. Skulu ikki tey villast, sum upphugsa tað, ið ilt er! Men miskunn og trúfesti finna tey, sum upphugsa gott. Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap. Ríkdómur hinna vísu er krúna teirra, men dárskapur dáranna er og verður dárskapur. Sannorðað vitni bjargar lívum, men tann, ið talar lygn, er fullur av sviki. Í ótta HARRANS hevur maðurin sterka vernd, og børn hansara skulu eiga skjól. Ótti HARRANS er kelda lívsins, so ein sleppur undan snerrum deyðans. Nógv fólk er heiður kongsins, men fólkatrot er fall høvdingans. Tann, ið seinur er til vreiði, hevur nógv vit, men hin bráðsinti vísir stóran dárskap. Spakført hjarta er lív likamsins, men illsinni er rot í beinunum. Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan. Táið vanlukkan rámar hin gudleysa, fer hann umkoll, men hin rættvísi er treystur í deyðanum. Í hjarta hins vitiga heldur vísdómurin seg stillan, men hjá dárunum vísir hann* seg fram. Rættvísi lyftir tjóðina upp, men syndin er vanæra tjóðanna. Klókur tænari verður væl kendur hjá konginum, men yvir ringan tænara kemur vreiði hansara. KAPITUL Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði. Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap. Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum. Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað. Dárin vanvirðir tykt faðirs síns, men tann, ið aktar eftir revsing, er klókur. Í húsi hins rættvísa er nógv góðs, men inntøka hins gudleysa verður honum til undirgang. Varrar hinna vísu stroya út kunnskap, men hjarta dáranna er ikki rætt. Offur gudleysra er HARRANUM andstygd, men bøn hinna sannhjartaðu líkar Honum. Leið hins gudleysa er HARRANUM andstygd, men tann, sum stevnir eftir rættvísi, elskar Hann. Hørð straff rámar tann, ið fer av hinum beina vegi; tann, sum hatar revsing, skal doyggja. Deyðaríkið og avgrundin liggja HARRANUM opin hvussu mikið meiri tá ikki hjørtu menniskjabarnanna! Spottara dámar ikki at verða revsaður; til hini vísu fer hann ikki. Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið. Hjarta hins vitiga leitar eftir kunnskapi, men í munni dáranna er einki uttan dárskapur. Hin armi hevur aldri glaðan dag, men glatt hjarta hevur gestaboð samt og javnt. Betri er lítið við ótta HARRANS enn stórir skattir við ófriði. Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið. Illsintur maður vekur split, men hin tolni stillar kjak. Vegur letingans er sum tornastik, men vegur hinna sannhjartaðu er slættaður. Vísur sonur gleðir faðir sín, men menniskja, sum er dári, vanvirðir móður sína. Tann, ið einki vit hevur, gleðist um dárskap, men vitigur maður gongur beint fram. Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd. Maður gleðist, táið muður hansara eigur svar at geva, og hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð! Hin vitigi gongur veg lívsins uppeftir fyri at komast undan deyðaríkinum niðanfyri. Hús hinna hugmóðigu rívur HARRIN niður, men markaskjal einkjunnar staðfestir Hann. Ráð hins ónda eru HARRANUM andstygd, men mild orð eru Honum rein. Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva. Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar, men muður gudleysra letur streyma út ilt. HARRIN er langt burtur frá hinum gudleysu, men bøn rættvísra hoyrir Hann. Mild eygu gleða hjartað; góð tíðindi geva merg í beinini. Oyrað, sum lurtar eftir revsing til lívið, vil fegin vera saman við vísum. Tann, ið ikki vil vita av tykt, vanvirðir lív sítt, men tann, ið lurtar eftir revsing, vinnur sær vit. Ótti HARRANS er tykt til vísdóm, og undan heiður gongur eyðmjúkleiki. KAPITUL Ráð hjartans hoyra menniskjanum til, men svarið, ið tungan gevur, kemur frá HARRANUM. Allar leiðir mansins eru reinar í hansara egnu eygum, men HARRIN vigar andarnar. Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd! Alt skapti HARRIN, hvørt til sítt, hin gudleysa við til vanlukkudagin! Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður. Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum. Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann. Betri er lítið við rættvísi enn stórur vinningur við órætti. Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess. Gudsdómur er á vørrum kongsins; ei ger muður hansara mistak, táið hann dømir. Rættur bismari og rættar vektskálir hoyra HARRANUM til; øll loddini í posanum eru verk Hansara. Gudleysur atburður er kongum andstygd; tí við rættvísi verður hásætið grundfest. Rættvísar varrar líkar kongum; teir elska tann, ið talar av sonnum hjarta. Vreiði kongsins er boð deyðans, men vísur maður dugir at stilla hana. Í ljósi ásjónar kongsins er lív, og náði hansara er sum regnskýggj um várið. At vinna vísdóm hvussu mangan betri er ikki tað enn gull! Og at vinna vit er meiri vert enn silvur. Vegur hinna sannhjartaðu er at halda seg frá illum; tann, ið aktar eftir leið síni, varðar lív sítt. Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki. Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum. Væl gongst honum, ið gevur orðinum gætur; sælur tann, ið lítur á HARRAN! Tann, sum er vísur í hjartanum, verður kallaður vitigur, og søtleiki varranna eykar lærdóm. Klókskapur er teimum kelda lívsins, sum eiga hann, men straff dáranna er teirra egni dárskapur. Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara. Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót. Mong leið tykist manninum røtt og so er endi hennara kortini leiðir deyðans! Svongd arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí muður hansara koyrir undir hann. Níðingurin grevur vanlukkugravir; tað er, sum eldur hevði brent á vørrum hansara. Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini. Yvirgangskroppurin lokkar næsta sín og leiðir hann inn á veg, sum ikki er góður. Tann, ið letur eyguni saman fyri at upphugsa svik, og tann, ið læsir saman varrarnar, hevur longu fullført hitt illa. Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi. Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað. Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil. KAPITUL Betri er turrur breyðbiti við friði, enn húsið fult av hátíðarkosti við kjaki. Klókur tænari verður harri yvir syni, sum er dári, og saman við brøðrunum fær hann part í arvinum. Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, men tann, sum roynir hjørtuni, er HARRIN. Hin óndi lurtar eftir óndum vørrum, lygnarin lurtar eftir eiturtungum. Tann, ið spottar hin fátæka, háðar skapara hansara; tann, ið gleðist um vanlukku, verður ikki óstraffaður. Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra. Ikki sømir dáranum at tala stór orð, og enn minni hinum háborna at tala lygn. Gáva er dýrur steinur í eygum hansara, sum fær hana; hvar hon so kemur, fær hon sítt fram. Tann, ið dylur misgerð, søkir kærleika, men tann, ið rívur upp søk, skilir vin frá vini. Meiri virkar inn á hin vitiga, táið at honum verður havt, enn hundrað sløg á dáran. Hin óndi hevur bert hug at vera ímóti, men miskunnarleyst boð verður sent ímóti honum. Frægari er at møta bjørn, sum ungarnir eru tiknir frá, enn dára í dárskapi hansara. Tann, ið lønir gott við illum, frá húsi hansara skal vanlukkan ikki víkja. At byrja stríð er sum at opna fyri vatni; halt tí uppat við trætu, áðrenn nakar vísir tenn! Tann, ið fríkennir hin seka, og tann, ið dómfellir hin sakleysa, eru báðir HARRANUM andstygd. Hvat batar peningur í hond dárans at keypa vísdóm, táið hann einki vit hevur! Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð. Tað menniskja, sum einki vit hevur, gevur handtak og gongur í ábyrgd fyri næsta sín. Tann, ið elskar kjak, elskar synd; tann, ið ger dyr sínar høgar, søkir sín egna undirgang. Tann, sum er falskur í hjartanum, finnur einki gott, og tann, sum er rangvørgur í talu síni, fellur í vanlukku. Tann, ið hevur býttling til son, fær sorg; faðir dárans hevur onga gleði. Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum. Hin gudleysi tekur gávu í loynd fyri at boyggja vegir rættarins. Hin vitigi hevur vísdómin fyri eyga, men eygu dárans eru við enda jarðarinnar. Fávitskutur sonur er gremja faðirs síns, og henni beisk sorg, sum átti hann. At revsa eisini hin rættvísa er ikki gott; at sláa valamenn er ímóti øllum rætti. Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin. Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman. KAPITUL Hin eginsinti gongur bert eftir sínum egna hugi; hann ilskast at øllum vísum ráðum. Dárin leggur líka í at vera vitigur; hann vil bert vísa, hvat í honum býr. Kemur hin gudleysi, kemur eisini vanvirðing, og við skommini kemur spott. Orð í munni mansins eru djúp vøtn, rennandi løkur, vísdómskelda. Ikki er gott at geva hinum seka viðhald og boyggja rætt hins rættvísa. Varrar dárans volda kjak, og muður hansara rópar eftir sløgum. Muður dárans er honum sjálvum til vanlukku, og varrar hansara eru sál hansara snerra. Orð útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður inn í hjartadýpið. Tann, sum latur er í arbeiði sínum, er bróðir oyðarans. Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður. Góðs hins ríka er borg hansara og sum høgur múrur í hansara egnu hugsan. Undan falli er hjarta mansins stolt, men eyðmjúkleiki gongur undan heiður. Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm. Mót mansins kann halda honum uppi í sjúkdómi, men fallið mót hvør er mentur at bera tað! Hjarta hins vitiga keypir kunnskap, og oyra hinna vísu leitar eftir kunnskapi. Gáva opnar menniskjanum veg og leiðir hann fram fyri stórar harrar. Tann, sum talar fyrr í trætumálinum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann. Lutakast ger enda á stríði og skilir millum sterkar. Borg er ikki so ring at vinna sum bróðir, ið hevur liðið órætt, og trætur við hann eru sum slá fyri hallardurum. Við ávøkstinum av munni mansins verður búkur hansara mettaður; av grøði varra sína verður hann mettur. Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara. Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM. Í eyðmjúkum bønum talar hin fátæki, men hin ríki svarar við hørðum orðum. Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir. KAPITUL Betri er fátækur við lýtaleysum atburði, enn tann, ið gongur sniðgøtur, um hann so er ríkur. Tann, ið ikki hugsar seg um, eisini honum gongst illa, og tann, ið kvikur er við fótinum, hann stígur skeivt. Menniskjans egni dárskapur forkemur vegi hansara, men í hjartanum ilskast hann á HARRAN. Ríkidømi skapir nógvar vinir, men hin fátæki verður skildur frá vini sínum. Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið talar lygn, skal ikki komast undan. Mong royna at gera seg væl kend hjá stórmanninum, og ein og hvør er vinur við hin gávumilda. Allir skyldmenn hins fátæka hata hann, og enn meiri halda vinir hansara seg frá honum; hann fer eftir lyftum, sum ikki eru at finna. Tann, ið vinnur vit, elskar lív sítt; tann, ið heldur fast við vísdóm, finnur lukku. Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan. Ikki sømir seg fyri dáran at hava góðar dagar, og enn minni fyri træl at ráða yvir høvdingum. Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær. Vreiði kongsins er sum brøl leyvunnar, men yndi hansara er sum døgg á urtum. Sonurin, ið er dári, er einki til uttan vanlukku fyri faðir sín, og kvinnukjak er sum takdropi, ið aldri heldur uppat. Hús og góðs eru arvur frá foreldrum, men vitig kvinna er gáva frá HARRANUM. Leti søkkir niður í fastan svøvn, og letingin kemur at hungra. Tann, ið heldur boðið, heldur sær sjálvum á lívi; tann, ið ikki aktar eftir, hvussu hann ber seg at, skal lata lív. Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger. Tykta son tín, tí enn er vón annars stílar tú eftir at volda deyða hansara! Tann, ið illsintur er, má bøta; tí hjálpir tú honum, gert tú tað bert verri. Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan! Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur. Miskunn menniskjans er gleði hansara, og lukkuligari er fátækur maður enn lygnari. Ótti HARRANS leiðir til lív; mettur hvílir ein og verður ikki heimsøktur av vanlukku. Letingin rættir seg at fatinum, men tímir ikki at lyfta hondini at munninum. Slá spottaran so verður hin fávitskuti klókur! Hav at hinum vitiga, so fær hann kunnskap! Tann, ið fer illa við faðir sínum og koyrir móður sína út, er ringur, skammleysur sonur. Sonur mín! Halt uppat at lurta eftir áminning so villist tú burt frá orðum kunnskapar! Gudleyst vitni spottar tað, ið rætt er; muður gudleysra gloypir órætti. Sløg eru spottaranum til reiðar, høgg ryggi dárans. KAPITUL Vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur. Ræðslan, ið kongur vekur, er sum leyvubrøl; at vekja vreiði hansara er at vága lívið. Tað er manninum æra, at hann heldur seg frá trætu, men allir dárar elva klandur. Um veturin vil letingin ikki pløga; tí leitar hann um heystið eftir grøði, men finnur onga. Ráð í hjarta mansins eru djúp vøtn; men vitigur maður dregur tey upp. Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann? Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann. Kongurin, ið situr á dómstólinum, skilir út alt ilt við eygnakasti sínum. Hvør kann siga: ?Eg havi reinsað hjarta mítt, eg eri reinur frá synd?! Tvey sløg av vekt og tvey sløg av máli bæði eru HARRANUM andstygd. Longu smádrongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hansara verður rein og røtt. Oyrað, ið hoyrir, og eygað, ið sær HARRIN hevur skapt bæði. Elska ikki svøvn, tí so verður tú fátækur! Lat eyguni upp, so fært tú nóg mikið av breyði at eta. ?Vánaligt, vánaligt!? sigur keyparin, men táið hann fer avstað, rósar hann sær. Víst finnast bæði gull og nógvar perlur, men kunnskaparvarrar eru dýrabart prýði. Tak klæðini frá honum, tí hann er gingin í ábyrgd fyri ein annan, og panta hann fyri fremmand! Breyð, vunnið við sviki, smakkar søtt í munninum, men aftaná fyllist muðurin av smásteinum. Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging; søk tær góð ráð, táið tú fert í bardaga! Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann, ið ikki dugir at tiga, skalt tú einki hava við at gera. Tann, ið bannar faðir sínum og móður síni, í bølamyrkri skal lampa hansara sløkna. Arvur, sum ein av fyrstum hevur skrætt til sín, verður til endan uttan signing. Sig ikki: ?Eg skal løna ilt við illum!? Bíða eftir HARRANUM, so hjálpir Hann tær! Tvey sløg av loddum eru HARRANUM andstygd; svikavekt er ikki góð. Frá HARRANUM eru stig mansins; hvussu skuldi menniskjað skilt veg sín! Tað er menniskjanum vandafult í gáloysni at halga okkurt og so ikki fyrrenn aftaná at hugsa um tað, ið hann hevur lovað. Vísur kongur skilir út hini gudleysu og letur hjólið ganga yvir tey. Andi menniskjans er lampa HARRANS, sum rannsakar øll kømur í hjarta hansara. Kærleiki og trúfesti eru vakt um kongin; hann styðjar hásæti sítt við kærleika. Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár. Svíðandi sár reinsa burt hitt ónda, ja, sløg reinsa hjartað innast inni. KAPITUL Hjarta kongsins er sum løkir í hond HARRANS; Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil. Allar leiðir mansins eru beinar í hansara egnu eygum; men HARRIN vigar hjørtuni. At gera rætt og skjal hevur meiri virði fyri HARRANUM enn offur. Stolt eygu og hugmóðigt hjarta lampa gudleysra er teimum til synd. Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap. Ríkidømi, sum verður vunnið við svikafullari tungu, er blástur, ið hvørvur í luftini, og tað leiðir til deyða. Yvirgangsverk hinna gudleysu ríva tey sjálv burtur, aftur fyri at tey vildu ikki gera rætt. Skuldartyngdur maður gongur sniðgøtur, men hin reini beint fram er tað, ið hann ger. Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu. Sál hins gudleysa hevur hug til ilt; næsti hansara finnur onga miskunn hjá honum. Táið spottarin verður revsaður, verður hin fávitskuti vísur; og verður hin vísi lærdur, tekur hann við kunnskapi. Hin rættvísi hevur eyguni eftir húsi hins gudleysa; hann stoytir gudleysum í vanlukku. Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa. Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er. Tað er hinum rættvísa gleði, at rætturin hevur framgongd, men tað er teimum ræðsla, sum gera órætt. Tað menniskja, ið villist burtur av klókskaparleið, skal skjótt hvíla millum deydningarnar. Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar vín og olju, verður ikki ríkur. Hin gudleysi verður givin sum loysigjald fyri hin rættvísa, og svikarin kemur í staðin fyri hini sannhjartaðu. Betri er at búgva í oyðilandi enn hjá klandrutari og illsintari kvinnu. Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí. Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður. Hin vísi tekur bý kappanna og rívur niður borgina, ið hann leit á. Tann, ið varðar munn sín og tungu sína, varðar lív sítt frá trongdum. Tann, ið hugmóðigur og uppblástur er, verður kallaður spottari; hann heldur fram í óstýriligum hugmóði. Tráan letingans ger enda á honum; tí hendur hansara vilja einki gera. Allan dagin tráar og tráar hann, men hin rættvísi gevur og sparir ikki. Offur gudleysra er andstygd og enn meiri, táið tey bera tað fram við illum í huga! Lygivitni skal ganga til grundar, men maður, sum lurtar eftir, honum skal altíð bera til at tala. Gudleysur maður er frekur í atburði, men hin sannhjartaði gongur leið sína beint fram. Móti HARRANUM er vísdómur einki, vit einki og ráð einki. Hesturin verður gjørdur til reiðar til orrustudagin, men sigurin kemur frá HARRANUM. KAPITUL Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull. Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar. Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta. Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív. Tornir og snerrur eru á vegi hins falska; tann, ið vil varða sál sína, má halda seg frá teimum. Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal. Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá. Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan. Hin hjartagóði verður signaður, aftur fyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum. Rek spottaran burt! So fer klandrið við, og kjak og háð heldur uppat. Tann, ið elskar reinleika hjartans, og sum ber fram dámliga talu, hevur kongin til vin. Eygu HARRANS verja hin vitiga, men orð hins trúleysa ger Hann til einkis. Letingin sigur: ?Leyva er harúti, eg kundi verðið dripin mitt á vegnum!? Muðurin á fremmandari kvinnu er djúp grøv; tann, ið HARRIN er vreiður á, fellur í hana. Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur. At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap. Boygg oyrað og lurta eftir orðum vísmanna, og legg tær lærdómar mínar á hjarta! Tí tað er gott, at tú goymir tey í brósti tínum, og at tey øll hanga føst við varrar tínar. Fyri at álit títt skal vera á HARRANUM, tí læri eg í dag teg, júst teg. Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við ráðum og kunnskapi fyri at kunngera tær tað, ið rætt er, sannleiksorð, so tú við beinum orðum fært svarað teimum, ið senda teg! Ræn ikki frá hinum fátæka, fyri tað at hann er fátækur, og traðka ikki niður hin arma í býportrinum! Tí HARRIN skal flyta mál teirra, og Hann skal týna lív teirra, sum taka nakað frá teimum. Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann, fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína! Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld! Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við! Flyt ikki hini gomlu markaskjalini, sum fedrar tínir hava sett! Sært tú mann, sum er skjótur í arbeiði sínum hann skal koma at tæna kongum, hann skal ikki koma at tæna monnum, sum lítið hava at týða. KAPITUL Táið tú situr til borðs hjá stórmanni, akta tá væl eftir, hvønn tú hevur framman fyri teg, og set knív á barka tín, um tú ert ov svangur! Tráa ikki eftir góðgæti hansara, tí tað er svikaligur kostur! Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi lat slíkan klókskap fara! Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli. Et ikki breyð hins øvundsjúka, og tráa ikki eftir góða mati hansara! Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; ?et og drekk!? sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær. Bitan, ið tú hevur etið, kemur tú at spýggja upp aftur, og føgru orð tíni hevur tú spilt burtur. Tala ikki fyri oyrum dárans, tí hann vanvirðir vitigu orð tíni! Flyt ikki gamalt markaskjal, og kom ikki inn á akur faðirleysra! Tí loysari teirra er sterkur; Hann skal føra søk teirra móti tær. Boygg hjarta títt til tykt og oyru tíni til kunnskaparorð! Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum. Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum. Sonur mín! Er hjarta títt víst, so skal eisini hjarta mítt gleðast; og nýru míni skulu fegnast, táið varrar tínar tala tað, ið rætt er. Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS! Sanniliga hevur tú framtíð tá, og vón tín skal ikki koma upp í einki! Hoyr, sonur mín, og verð vísur, lat hjarta títt ganga beint fram eftir vegnum! Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti! Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar. Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul! Keyp sannleika og sel hann ikki, keyp vísdóm, tykt og vit! Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann. Lat faðir tín og móður tína gleðast, lat hana, ið átti teg, fegnast! Sonur mín! Gev mær hjarta títt, og lat eygu tíni hava hug til leiðir mínar! Tí skøkjan er botnleys grøv, og hin fremmanda kvinnan er trongur brunnur. Ja, hon liggur og lúrir, eins og ránsmaður, og hon nørir um tal hinna trúleysu millum menniskjuni. Hvør hevur sorg? Hvør hevur sút? Hvør hevur klandur? Hvør má eymka seg? Hvør hevur sár fyri einki? Hvør hevur reyð eygu? Teir, ið sita leingi uppi hjá víninum, teir, ið koma at smakka hin sterka drykkin. Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu vakurt tað glitrar í bikarinum, hvussu væl tað gongur niður! At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur; eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørgt er. Og tú verður líkur einum, ið svevur mitt úti á havinum, líkur einum, ið svevur uppi á mastrartoppinum. [Tú fert at siga:] ?Teir bankaðu meg, men eg fekk ikki ilt, teir skúgvaðu meg, men eg føldi tað ikki! Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!? KAPITUL Øvunda ikki ónd menniskju, og hav ikki hug at vera við teimum! Tí hjarta teirra hugsar bert um yvirgangsverk, og varrar teirra tala vanlukku. Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest, og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert. Vísur maður er sterkur, og kønur maður er veldigur í mátti. Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa. Vísdómur er dáranum ov høgur; í portrinum letur hann ikki upp munnin. Tann, sum hevur ilt í huga, verður kallaður svikafullur maður. Dárskaparráð er synd, og spottarin er andstygd millum fólk. Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi. Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin! Um tú sigur: ?Ja, men vit vitstu tað ikki!? man tá ikki Hann skilja tað, Hann sum vigar hjørtuni! Og Hann, sum aktar eftir sál tíni, man Hann ikki vita tað og løna einum og hvørjum aftur eftir verkum hansara! Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur! Tú skalt vita, at so gagnligur er vísdómur sál tíni! Hevur tú funnið hann, so hevur tú framtíð, og vón tín skal ikki koma upp í einki. Lúr ikki sum gudleysur eftir bústaði hins rættvísa, forkom ikki heimi hansara! Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur. Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast so HARRIN sær tað, og Honum líkar tað illa, og Hann vendir vreiði Síni frá honum! Ilskast ikki um hini óndu, og øvunda ikki gudleys! Tí hini óndu hava onga framtíð, lampa gudleysra sløknar. Óttast HARRAN og kongin, sonur mín! Teir, sum seta seg upp móti teimum, mást tú einki hava við at gera. Tí brádliga kemur vanlukkan frá teimum, og oyðingin frá teimum báðum hvør kennir hana! Eisini hesi eru orðtøk vísmanna: Dómari eigur ikki at gera mannamun. Tann, sum sigur við hin seka: ?Tú ert sakleysur!? honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir; men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey. Koss á varrar gevur tann, ið svarar við røttum orðum. Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús. Ver ikki uttan grund vitni móti næsta tínum! Ella vilt tú gera svik við vørrum tínum? Sig ikki: ?Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!? Eg kom gangandi fram við mark eins letinga, fram við víngarði eins menniskja, sum einki vit hevði. Og veitst tú alt var undirgingið í tistlum, heilt fjalt av notum, grótgarðurin rundanum lá niðri! Eg skoðaði og legði mær tað í huga, eg sá og tók læru av tí: [Sigur tú:] ?Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!? sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður! KAPITUL Eisini hetta eru orðtøk Sálomos; menn Ezekiasar judakongs hava savnað tey. Gudi er tað heiður at dylja mál, men kongum er tað heiður at granska mál. Hædd Himmalsins, dýpd jarðarinnar og hjørtu konga hesi kann eingin granska út. Skil ilskuna frá silvurinum, so fær gullsmiðurin ílat burtur úr tí! Fá hin gudleysa burt frá konginum, so verður hásæti hansara grundfest við rættvísi! Ger teg ikki stóran fyri ásjón kongsins, og far ikki og statt á staði stórmanna! Tí betri er, at sagt verður við teg: ?Kom upp higar!? enn at tú verður fluttur niður fyri eygum stórmansins. Hvat tú so hevur sæð, ver ikki ov skjótur at geva teg í stríð við nakran! Tí hvat skalt tú gera til endan, táið næsti tín ger teg til skammar! Før søk tína við mótpart tín, men opinbera ikki loyndarmál annars mans fyri at ikki tann, sum hoyrir tað, skal deila teg, og tú samt og javnt hava ringt orð á tær! Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð. Sum gullringur, sum prýði av fínum gulli, er vísmaður, ið talar revsandi orð fyri hoyrandi oyra. Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann hann lívgar sál harra síns. Sum skýggj og vindur við ongum regni er tann maður, ið reypar av, at hann ætlar at geva, men heldur ikki orð. Við spakføri verður høvdingi yvirtalaður, og mild tunga brýtur sundur bein. Hevur tú funnið hunang, so et av honum, so mikið sum tær tørvar so tær býður ikki ímóti, og tú spýrt hann upp aftur! Set sjáldan fót á gátt hjá vinmanni tínum so hann keðist ikki av tær og hatar teg! Sum hamari, svørð og hvassur pílur er tann, ið vitnar rangt móti næsta sínum. Sum rotin tonn og riðandi fótur er álit á svikara neyðardagin. Sum tann, ið letur seg úr klæðunum kuldadag, sum edikur á pottøsku so er at kvøða vísur fyri sorgarbundnum hjarta. Hungrar fíggindi tín, so gev honum at eta, tystir hann, so gev honum at drekka! Tí tá dungar tú kolgløður á høvd hansara, og HARRIN skal løna tær tað. Høgætt føðir regn, og tunga, sum teskar í loyndum, voldir súrt andlit. Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu. Tað, ið kalt vatn er maktarleysari sál, eru gleðiboð úr landi langt burtur. Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni. At eta ov mikið av hunangi er ikki gott ver sparin við rósandi orðum! Sum opin býur við niðurbrotnum múrum er tann maður, ið ikki fær stýrt sinni sínum. KAPITUL Sum kavi um summarið og regn um heystið, so illa hóskar heiður dáranum. Sum spurvurin flagsar avstað, og svalan flýgur, so rámar ikki illbøn hin sakleysa. Koyril til ross, teym til esil, og stav til rygg dárans! Svara ikki dáranum eftir dárskapi hansara verð tú ikki sjálvur honum líkur! Svara dáranum eftir dárskapi hansara, so hann verður ikki vísur í egnum eygum! Tann, ið sendir boð við dára, høggur føturnar av sær og fær vanlukku at drekka. Máttleys hanga bein hins lamna, og so eru orðtøk í munni dárans. Sum tann, ið leggur steinin í sleingibandið, er tann, ið veitir dáranum heiður. Sum tornagrein í hondini á druknum manni er orðtak í munni dáranna. Meistari ger alt sjálvur, men dárin leigar, og leigar hin fyrsta, sum framvið kemur. Sum hundurin, ið vendir aftur til spýggju sína, er dárin, ið kemur aftur við dárskapi sínum. Sært tú mann, sum er vísur í egnum eygum meiri vón er um dáran enn um hann! Letingin sigur: ?Villdýr er á vegnum, leyva er á gøtunum!? Hurðin melur á hongslinum og letingin vendir sær á legu síni. Letingin rættir seg at fatinum, men týmir ikki at lyfta hondini at aftur munninum. Letingin er vísari í egnum eygum enn sjey, ið svara við skili. Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við. Sum óður maður, ið skjýtur við brennandi pílum drepandi skot er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: ?Eg narrist jú bert!? Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út, og táið eingin útspillari er, heldur stríð uppat. Sum gløður koma av koli, og eldur av viði, elvist kjak av trætisjúkum manni. Orð útspillarans eru sum leskiligur rættur; tey glíða væl niður inn í hjartadýpið. Sum leirílat við silvuri uttaná eru kærleiksgløðandi varrar, táið hjartað er ónt. Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik. Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara! Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni. Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á. Lygitungan hatar tann, ið hon hevur sorað sundur, og falskur muður voldir fall. KAPITUL Rósa tær ikki av deginum í morgin, tí tú veitst ikki, hvat dagur kann føða! Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar! Grót er tungt, og sandur vigar nógv, men vreiði dárans er tyngri enn bæði. Illsinni er grumt, og vreiði skúmar, men hvør kann standa seg móti øvund! Opinlýs revsing er betri enn kærleiki, ið verður duldur. Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir. Hin metti vrakar hunang, men hinum svanga er alt beiskt søtt. Sum fuglur, ið hevur verið noyddur at flýggja frá reiðri sínum, er maður, ið flakkar um, burtur frá heimi sínum. Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð. Slepp ikki vinmanni tínum og vinmanni faðirs tíns, og far ikki inn hjá bróður tínum, tann dag tú ert í neyð! Granni nær hjá er betri enn bróðir langt burtur. Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so eg fái svarað teimum, ið háða meg! Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól; fávitskut halda áfram og noyðast at bøta. Tak klæði hansara hann er gingin í ábyrgd fyri annan, tak pant frá honum fyri fremmanda kvinnu! Tann, ið harðmæltur signar vin sín árla á morgni, honum skal tað verða roknað sum illbøn. Takdropi, ið aldri heldur uppat regndag, og klandrut kvinna tey líkjast. Tann, ið heldur fast við hana, heldur fast við vind, og høgra hond hansara grípur í olju. Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað. Tann, ið røkir fikutræ sítt, fær ávøkst tess at eta, og tann, ið aktar eftir harra sínum, verður ærdur. Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað. Deyðaríkið og avgrundin mettast ikki, og eygu menniskjanna mettast heldur ikki. Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar. Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum. Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum! Tí góðs varir ikki til ævigar tíðir, og krúna ikki mann eftir mann. Er hoyggið samanlatið, kemur eftirgróðurin upp, og fjallagrasið verður sankað saman. Og lomb hevur tú at geva tær klæði, og bukkar at keypa mark fyri, og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald. KAPITUL Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan. Syndar land, fær tað nógvar harrar, men táið menniskjuni eru klók og vitig, livir høvdingin leingi. Fátækur harri, sum kúgar ørm, er eins og regn, ið skolar burtur kornið, so einki breyð verður. Tey, sum svíkja lógina, rósa gudleysum, men tey, sum halda lógina, liggja í stríði við tey. Ónd menniskju duga ikki á at skyna, hvat ið rætt er, men tey, sum søkja HARRAN, skilja alt. Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur. Tann, ið fylgir lógini, er vitigur sonur, men tann, ið er vinur við burturspillarar, ger faðir sínum skomm. Tann, ið nørir um góðs sítt við rentu og yvirmáli, savnar tað til tann, ið ger miskunn móti fátækum. Tann, ið vendir oyrað burtur frá lógini um tað so er bøn hansara, er hon andstygd. Tann, ið leiðir hini sannhjartaðu vill inn á ónda leið, skal falla í sína egnu grøv; men lýtaleys skulu arva tað, ið gott er. Ríkur maður er vísur í egnum eygum, men hin fátæki sum vit hevur, dugir at síggja, hvussu hann er. Táið hini rættvísu fegnast, er alt dýrd og frøi, men táið gudleys koma til ræði, má leitast eftir fólki. Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn. Sælur er tann, ið altíð óttast; men tann, ið herðir hjarta sítt, hann fellur í vanlukku. Sum brølandi leyva og glúpsk bjørn er gudleysur høvdingi yvir fátækum fólki. Tú høvdingi, sum ert fátækur í viti og ríkur í yvirgangsverkum! Tey, sum hata órættvísan vinning, skulu liva leingi! Tað menniskja, sum blóðskyld hvílir á, flýggjar, og tað beint í grøv sína; eingin má hjálpa tí! Tann, ið ólastandi livir, skal verða bjargaður, men hin falski, ið gongur á tvinnanda leiðum, skal falla á aðrari. Tann, ið dýrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð. Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður. At gera mannamun er ikki gott, men mangur og ein verður brotsmaður fyri breyðbita. Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur og veit ikki, at trongd fer at koma á hann! Tann, ið hevur at einum, skal eftirsíðani verða betur kendur enn tann, ið hevur sleiska tungu. Tann, ið rænir frá faðir sínum og móður síni, og so sigur: ?Tað er eingin synd!? er felagi oyðarans. Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður. Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður. Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina. Táið hini gudleysu koma til ræði, krógvar fólk seg, men táið tey ganga undir, verða hini rættvísu mong. KAPITUL Tann, sum mangan er revsaður, og kortini ger hálsin harðan, skal snøggliga verða brotin ógrøðandi sundur. Táið rættvís nørast, gleðist fólkið, men táið gudleysur maður valdar, suffar fólkið. Tann, ið elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, ið er vinur við skøkjur, spillir burtur góðs sítt. Við rætti grundfestir kongurin land sítt, men tann, sum tekur við gávum, brýtur tað niður. Tann, ið smikrar fyri næsta sínum, leggur út net fyri fót hansara. Misgerð hins ónda mans er honum snerra, men hin rættvísi skal fegnast og gleðast. Hin rættvísi tekur sær av søk teirra, sum lítið hava at týða, men hin gudleysi skilir einki. Spottarar øsa upp staðin, men vísmenn stilla vreiði. Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur. Blóðmenn hata hin lýtaleysa, men rættsintir royna at bjarga lívi hansara. Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana. Táið høvdingin lurtar eftir lygitalu, verða allir tænarar hansara gudleysir. Hin fátæki og tann, ið kúgar hann, hittast; HARRIN gevur eygum beggja ljós. Tann kongur, sum dømir við rætti tey, ið lítið hava at týða, hásæti hansara stendur í allar ævir. Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum. Táið gudleys fáa vald, fær syndin vald, men rættvís skulu við gleði síggja fall teirra. Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína! Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina. Við orðum letur trælur seg ikki tykta, tí víst skilir hann tey, men hann ger ikki eftir teimum. Hevur tú sæð mann, ið loypur framav í orðum meiri vón er um dáran enn um hann! Gevur ein træli sínum eftirlæti, frá tí hann er ungur, verður endin tann, at hann er harri. Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er. Hugmóð menniskjans leiðir tað í fall, men hin eyðmjúki vinnur heiður. Tann, ið hevur burtur av frá tjóvi, hatar lív sítt; hann hoyrir upprópið til eið og sigur tó ikki frá. At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður. Mong royna at gera seg væl kend hjá høvdinganum, men frá HARRANUM fær hvør maður rætt sín. Órættvísur maður er rættvísum andstygd, men tann, ið sannhjartaður gongur fram, er gudleysum andstygd. KAPITUL Orð Agurs, sonar Jake, profetorðið. Maðurin sigur: Móðan havi eg sleipað meg, Gud, móðan havi eg sleipað meg, Gud, eg eri fyrilagstur! Eg eri ov býttur at verða roknaður fyri mann; mansvit havi eg ikki. Eg havi ikki lært vísdóm og havi ikki kunnskap um hin Heilaga. Hvør fór upp til Himmals og kom niður aftur? Hvør savnaði vindin í nevarnar? Hvør knýtti vatnið inn í klæði? Hvør hevur sett jørðini øll mark hennara? Hvussu eitur Hann, og hvussu eitur Sonur Hansara? Tú veitst tað jú! Alt orð Guds er reint; Hann er teimum skjøldur, sum líta á Hann. Legg einki aftrat orði Hansara, tí so revsar Hann teg, og tú stendur sum lygnari! Tvær bønir biði eg Teg; sýt mær tær ikki, áðrenn eg doyggi -: Lat svik og lygiorð vera langt frá mær! Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm lat meg eta tilmálda breyð mítt! so eg ikki, táið eg verði mettur, avnokti Teg og sigi: ?Hvør er HARRIN!? og ikki, táið eg verði fátækur, stjali og voldi navni Guds míns mein! Baktala ikki tænaran fyri harra hansara, tí so biður hann ilt fyri tær, og tú dregur skyld oman yvir teg! Tað kyn er til, sum bannar faðir sínum og signar ikki móður sína, kyn, sum reint er í egnum eygum, og sum tó ikki hevur vaskað sítt egna skarn av sær, kyn sum eygu tess eru stolt! Sum eygnakøst tess eru full av hugmóði! kyn tenninar í tí eru svørð, og jakslir tess eru knívar, sum eta hini ørmu út úr landinum og hini fátæku burt úr menniskjatali. Blóðigulin hevur tvær døtur: ?Gev! Gev!? Trý eru sum aldri mettast, fýra, sum aldri siga: ?Nóg mikið!? Tey eru: Deyðaríkið og ófruktbart móðurlív, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: ?Nóg mikið!? Tann, ið háðar faðir sín og ikki vil vita av at akta móður sína, eyga hansara skulu ravnarnir við løkin pikka út, og arnarungar skulu eta tað. Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg fati ikki: Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu. Hetta er atburður konu, ið ótrúgv er: Hon etur, turkar sær um munnin og sigur: ?Eg havi einki ilt gjørt!? Undir trimum nøtrar jørðin, fýra er hon ikki ment at bera: Trælin, táið hann verður kongur, dáran, táið hann etur seg mettan, hina vrakaðu kvinnuna, táið hon verður gift, og arbeiðskonuna, táið hon arvar matmóður sína. Fýra eru, sum eru smá á jørðini og tó ovurhonds vís: Meyrurnar, tær eru fólk við ongari styrki, og tó savna tær sær føði um summarið; fjallagrevlingarnir, teir eru fólk við ongari megi, og tó byggja teir sær bústað í klettinum; grashoppurnar, tær hava ongan kong, og tó halda tær allar avstað, skari eftir skara; fýrbeinið, tað kanst tú taka við hondunum, og tó er tað í kongahøllum. Trý eru, sum stíga prúð fram, fýra, sum hava vakurt gongulag: Leyvan, kongurin millum dýrini, sum ongum víkur fyri, saðlaður stríðshestur, bukkurin, og kongur á odda í heri sínum. Hevur tú verið slíkur dári, at tú hevur gjørt teg stóran, ella hevur tú havt ilt í huga, so hond á munn! Tí sum smør verður kirnað úr mjólk, og sum blóð verður trýst úr nøsini, so elvist stríð av at øsa upp vreiðina. KAPITUL Orð Lemuels kongs, tað, ið móðir hansara segði, táið hon áminti hann: Hvat skal eg siga við teg, sonur mín, ja, hvat, sonur lívs míns, ja, hvat, sonur lyfta mína? Gev ikki kvinnum kraft tína, og far ikki leiðir, ið forkoma kongum! Ikki sømir kongum, Lemuel, ikki sømir kongum at drekka vín, ei heldur høvdingum at drekka sterkan drykk! Tí táið teir drekka, koma teir at gloyma, hvat lóg er, og boyggja rætt alra arminga. Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini! Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur! Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt! Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt! Dugnaliga konu hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd! Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki. Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga. Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum. Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin. Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum. Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar. Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina. Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna. Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka. Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak. Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara. Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum. Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin. Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti. Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara. Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki. Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni: ?Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!? Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst. Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum! Prædikarin KAPITUL Orð prædikarans, sonar Dávids, kongs í Jerúsalem. Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, fáfongd fáfongda alt er fáfongd! Hvønn vinning hevur menniskjað av øllum strevi sínum, sum hann pøsir seg við undir sólini! Eitt ættarliðið fer, og annað kemur, men jørðin stendur í allar ævir. Sólin kemur upp, og sólin fer niður, og hon skundar sær aftur til staðið, har hon kemur upp. Vindurin lækkar niður í sunnan og fer upp í norðan; hann skiftir og skiftir, sum hann fer fram, og tekur so aftur at mala. Allar áir renna í sjógvin, men sjógvurin verður aldri fullur; hagar áirnar renna, hagar renna tær altíð aftur. Alt pøsir seg út, eingin kann siga frá tí; eygað verður ikki mett av at síggja, og oyrað verður ikki fult av at hoyra. Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini. Kemur okkurt, sum sagt verður um: ?Hygg, hetta er nú nýtt!? tað hevur kortini langt síðani verið til í tíðunum undan okkum. Eingin er, sum minnist tey, ið áður hava livað, og líka lítið skulu tey, sum eftir okkum koma, liva í minni teirra, sum koma uppaftur seinni. Eg, prædikarin, var kongur yvir Ísrael í Jerúsalem. Eg vendi hjarta mínum at rannsaka og við vísdómi granska út alt tað, sum undir himli hendir; tað er troyttandi strev, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við. Eg sá alt tað, ið undir sólini hendir og so var tað alt samalt fáfongd og eftirsókn eftir vindi! Tað, ið bogið er, kann ikki beinast, og hálvt kann ikki verða heilt. Eg hugsaði við mær sjálvum: ?Ja, eg havi nú vunnið mær størri og ríkari vísdóm enn allir teir, ið undan mær hava rátt yvir Jerúsalem, og hjarta mítt hevur skoðað vísdóm og kunnskap í ríkum máli!? Men táið eg nú vendi hjarta mínum at skilja vísdóm og kenna dárskap og fávitsku, skilti eg, at eisini hetta var eftirsókn eftir vindi. Tí har sum nógvur vísdómur er, er eisini nógv gremja, og tann, ið økir kunnskap sín, økir kvøl sína. KAPITUL Eg segði við hjarta mítt: ?Kom, eg skal royna teg við gleði, njót tað, ið gott er!? Men so var eisini tað fáfongd. Við láturin segði eg: ?Tú ert vitleysur!? og við gleðina: ?Hvat nyttar tú!? Eg kom at hugsa um, at eg skuldi lívga likam mítt við víni, meðan hjarta mítt samstundis leiddi meg við vísdómi, og halda meg til dárskapin, inntil eg fekk at síggja, hvat best var menniskjabørnunum at gera undir himli, tað dagatal tey liva. Eg avrikaði stórverk: Eg bygdi mær hús; eg plantaði mær víngarðar; eg gjørdi mær urtagarðar og lundir og plantaði alskyns frukttrø í tey; eg gjørdi mær tjarnir fyri úr teimum at vatna viðaskógin, ið upp vaks; eg keypti trælir og trælkvinnur, og eg hevði trælir, ið føddir vóru heima hjá mær; eg fekk mær eisini nógv fæ, bæði stórt og smátt, meir enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerúsalem; eg savnaði mær eisini silvur og gull og dýrabarar skattir, sum komu frá fremmandum kongum og londum; eg fekk mær sangarar og sangarinnur og tað, sum er lystur manna: Konur, og tað nógvar. Eg varð størri og mektigari enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerúsalem; eisini vísdómur mín varð verandi hjá mær. Alt tað, ið eygu míni lysti, læt eg tey fáa, onga gleði noktaði eg hjarta mínum; tí hjarta mítt hevði gleði av øllum strevi mínum, og í hesum lá lønin fyri alt strev mítt. Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning! Nú fór eg at hyggja at vísdómi og dárskapi og fávitsku; tí hvat fer tað menniskja at gera, sum kemur eftir kongin? Tað sama, sum longu er gjørt frammanundan. Eg sá tá, at vísdómurin stendur hægri enn dárskapurin, á sama hátt sum ljósið stendur hægri enn myrkrið; hin vísi hevur eygu í høvdinum, men dárin gongur í myrkri. Men eg dugdi eisini at síggja, at øðrum gongst sum øðrum. Tá segði eg í hjarta mínum: ?Sum dáranum gongst, fer at gangast mær við; hvat batar mær tá, at eg havi verið so ovurhonds vísur!? Og eg segði í hjarta mínum: ?Eisini hetta er fáfongd! Tí líka lítið er minnið um hin vísa ævigt, sum minnið um dáran; á komandi døgum verður jú alt langt síðani gloymt, og má ikki hin vísi doyggja líka væl sum dárin!? Tá varð eg leiddur av lívinum; tí ónt tyktist mær alt, sum undir sólini hendir; alt er jú fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Og mær leiddist við alt stríðið, ið eg hevði pøst meg við undir sólini, við tað at eg noyðist at lata tað eftir til tann, ið aftan á meg kemur. Og hvør veit, um hann verður vísur ella dári! Og kortini skal hann ráða yvir øllum, sum eg havi vunnið við strevi mínum og vísdómi mínum undir sólini! Eisini hetta er fáfongd. Tá var eg um at gerast vónleysur í hjarta mínum um alt strevið, ið eg hevði pøst meg við undir sólini. Tí har hevur nú onkur gjørt arbeiði sítt við vísdómi, kunnskapi og dugnaskapi, og so noyðist hann kortini at lata tað frá sær til annan at eiga, sum einki stríð hevur havt av tí! Eisini hetta er fáfongd og stór vanlukka. Tí hvat fær menniskjað fyri alt strev sítt og tráan hjarta síns, sum hann pøsir seg við undir sólini! Allir dagar hansara eru jú fullir av plágu, og allur ómakur hansara er ber gremja; um tað so er um náttina, finnur hjarta hansara ikki hvílu. Eisini hetta er fáfongd. Tað er jú ikki lukka, sum stendur til menniskjað sjálvt, at tað kann eta og drekka og gera sær góðar dagar í øllum strevi sínum. Eg dugdi at síggja, at eisini hetta kemur frá hond Guds, Hansara, sum hevur sagt: ?Hvør kann eta, og hvør kann njóta nakað, uttan Eg vil!? Tí tað menniskja, sum gott er í eygum Hansara, tí gevur Hann vísdóm, kunnskap og gleði; men syndaranum gevur Hann tann ómak at sanka og savna, so at ein, sum góður er í eygum Guds, kann fáa tað! Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. KAPITUL Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína. At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína; at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína; at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína; at kasta burtur steinar hevur tíð sína, og at sanka steinar hevur tíð sína; at taka í favn hevur tíð sína, og at halda seg frá favntaki hevur tíð sína; at leita hevur tíð sína, og at missa hevur tíð sína; at goyma hevur tíð sína, og at kasta burtur hevur tíð sína; at skræða sundur hevur tíð sína, og at seyma saman hevur tíð sína; at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína; at elska hevur tíð sína, og at hata hevur tíð sína; ófriður hevur tíð sína, og friður hevur tíð sína. Hvønn vinning hevur tann, sum ger okkurt, av møðini, ið hann hevur av tí! Eg sá strevið, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við. Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað. Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva. Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi. Eg dugdi at síggja, at alt, ið Gud ger, verður í allar ævir; einki kann leggjast aftrat tí, og einki kann takast burtur av tí; og so hevur Gud gjørt tað, fyri at vit skulu óttast Hann. Tað, ið er, var longu fyrr, og tað, ið verður, hevur eisini verið fyrr; Gud leitar upp tað, ið farið er. Framvegis sá eg undir sólini, at á dómstólinum, har sat gudloysið, og har sum rættvísi skuldi rátt, har ráddi gudloysi. Tá segði eg í hjarta mínum: ?Bæði hin rættvísa og hin gudleysa skal Gud døma; tí hjá Honum er hvørji fyritøku og øllum, sum gjørt verður, ásett tíð.? Eg segði í hjarta mínum: ?Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr; tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd. Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina. Hvør veit, um andi menniskjans stígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!? Eg dugdi tá at síggja, at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum; tí tað er luturin, ið hann fær; tí hvør letur hann fáa at síggja tað, ið koma skal eftir hann! KAPITUL Framvegis sá eg øll yvirgangsverkini, ið gjørd verða undir sólini; eg sá hini kúgaðu gráta, og eingin troystaði tey; eg sá yvirgangskropparnar nýta vald móti teimum, og eingin troystaði tey. Tá prísaði eg tey deyðu lukkulig, tey, ið longu vóru burtursloppin, meir enn tey livandi, tey, ið enn eru á lívi; men lukkuligan meir enn báðar partar prísaði eg tann, ið ikki hevur verið til enn, sum ikki hevur sæð hitt illa, ið gjørt verður undir sólini. Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Dárin leggur hendurnar í fangið og etur upp seg sjálvan. Ja, betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi! Og eg sá meiri enn av fáfongd undir sólini: Mangur er, sum stendur einsligur og ongan annan hevur hjá sær, hvørki son ella bróður; og kortini er eingin endi á øllum strevi hansara; og eygu hansara mettast ikki av ríkidømi. Og fyri hvønn pøsi eg meg og nokti mær sjálvum alt gott? Eisini hetta er fáfongd, og troyttandi strev er tað. Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt; og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur! Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur! Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta. Betri er at vera fátækur, men vísur unglingi, enn gamal kongur, men dári, sum ikki hevur so frægt skil eftir, at hann tekur við ráðum. Tí úr fangahúsinum kom slíkur unglingi út til kongavald, og hin verður fátækur, tóat hann er føddur í ríki sínum. Eg sá, hvussu øll, ið livdu og rørdust undir sólini, fylgdu eftir unglinganum, honum, sum koma skuldi í staðin fyri hin. Eingin endi var á øllum fólkinum, øllum, ið hann var oddamaður hjá. Men heldur ikki um hann gleðast hinar komandi ættir; tí eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Varða fót tín, táið tú fert í hús Guds! At koma hagar at hoyra er betri, enn táið dárarnir bera fram offur, tí teir vita ikki, at tað er ilt, teir gera. KAPITUL Ver ikki skjótur við munninum, og lat ikki hjarta títt vera ov kvikt at bera fram orð fyri ásjón Guds! Gud er jú í Himli, og tú ert á jørðini; lat tí orð tíni vera fá! Tí av miklum strevi koma dreymar, og av orðanøgd kemur dáratala. Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar! Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og heldur tað ikki. Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: ?Eg leyp framav!? Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt! Tí har sum nógvir dreymar eru, er eisini nógv fáfongd, og somuleiðis har sum mong orð eru. Nei, óttast Gud! Sært tú hin fátæka verða kúgaðan, og rætt og rættvísi verða undirtraðkað í landinum, so undrast tú ikki á tað! Tí ein hægri aktar eftir hinum høga, og ein enn hægri aktar eftir teimum báðum! Og ið hvussu er: Tað er landi til frama, at kongur er, sum fólkið aktar. Tann, ið elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, ið elskar ríkdóm, fær aldri nóg mikið; eisini hetta er tómt. Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað! Søtur er svøvnur arbeiðsmansins, um hann nú etur lítið ella nógv; men yvirflóð hins ríka ger, at hann fær ikki sovið. Syndarligan stand havi eg sæð undir sólini: Ríkdóm, ið ánarin hevur spart saman, sær sjálvum til vanlukku! Missir hann so av óhappi henda ríkdóm, fær sonur hansara um hann eigur ein einki av honum. Sum hann kom úr móðurlívi, so skal hann fara burtur aftur, líka nakin sum hann kom, og fyri strev sítt fær hann einki, sum hann kann hava við sær. Eisini hetta er syndarligur standur: Júst so sum hann kom, fer hann burtur aftur; hvønn vinning hevur hann nú av, at hann pøsir seg so fyri vind! Og aftrat hesum etur hann allar dagar sínar breyð sítt í myrkrinum, og nógva sorg hevur hann at dragast við og so sjúkdóm sín og vreiði sína. Nei, tað, ið eg haldi vera gott og vakurt, er at eta og drekka og njóta hitt góða aftur fyri alt strevið, ið ein pøsir seg við undir sólini, allar lívsdagarnar ið Gud gevur honum; tí hetta er lutur hansara. Og táið Gud gevur onkrum ríkidømi og góðs og haraftrat unnir honum at kunna njóta gott av tí og taka lut sín og gleða seg í strevi sínum, tá er hetta gáva Guds. Tí tá hugsar hann ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns. KAPITUL Vanlukku havi eg sæð undir sólini, og hon liggur tung á menniskjanum: Táið Gud gevur manni ríkidømi og góðs og heiður, so hann fyri sín part einki saknar av øllum, ið hann ynskir sær, og Gud so ikki unnir honum at kunna njóta av tí, men annar maður nýtur tað hetta er fáfongd og svár plága! Um so maður fær hundrað børn og livir mong ár, so lívstíð hansara verður long, men sál hansara verður ikki mettað av góðum, og hann heldur onga jarðarferð fær, tá sigi eg: Ófullborið fostur er lukkuligari enn hann! Tí at tað kemur, er fáfongd, og burtur fer tað í myrkri, og í myrkri verður navn tess dult; tað hevur hvørki sæð ella kent sólina; tað hevur meiri frið enn hann. Um hann so livdi túsund ár tvær ferðir, men onga lukku sá fer ikki alt somu leið! Alt strev menniskjans er fyri munnin, og tó verður svongd hansara aldri mettað. Tí hvat hevur hin vísi fram um dáran! Hvat batar tað hinum fátæka, um hann dugir at skikka sær millum tey, ið liva! Betri er at síggja við eygunum enn friðarleys tráan; eisini tað er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Tað, ið er, er langt síðani nevnt við navni, og kent er frammanundan, hvat menniskjað verður; tað kann ikki saksøkja hann, ið er sterkari enn tað. Tí tess fleiri orð ið nýtt verða, tess størri verður fáfongdin; hvat batar tað menniskjanum! Tí hvør veit, hvat menniskjanum er til gagns í lívinum, allar tómu lívsdagar hansara, ið hann livir sum skuggi! Og hvør sigur menniskjanum, hvat ið fer at henda undir sólini, táið hann er deyður! KAPITUL Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin. Betri er at fara í sorgarhús enn í gildishús; tí í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey, sum liva, leggja sær tað á hjarta. Betri er gremja enn látur; tí táið andlitið sigur frá sorg, veit hjartanum væl við. Hjarta vísmanna er í sorgarhúsinum, men hjarta dáranna er í gleðihúsinum. Betri er at hoyra vísmenn deila enn dárar kvøða; tí sum brakið av tornum undir pottinum er dáralátur; eisini hetta er fáfongd. Tí óreiðiligur vinningur ger hin vísa til dára, og mutur spillir hjartað. Betri er endi málsins enn byrjanin; betri er at vera tolin enn hugmóðigur. Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti! Spyr ikki: ?Hvussu ber tað til, at hinar farnu tíðir vóru betri enn tær, ið nú eru?? Tí ikki av vísdómi spyrt tú so. Vísdómur er líka góður sum arvur, ja, hann stendur teimum hægri í virði, sum síggja sólina. Tí at vera í vísdómsskugga er sum at vera í peningaskugga; men kunnskapurin hevur tað framum, at vísdómurin heldur honum á lívi, sum eigur hann. Hygg at verki Guds! Hvør kann beina tað, ið Hann hevur gjørt bogið! Hin góða dag skalt tú vera í góðum lagi, og hin ónda dag skalt tú minnast, at Gud hevur gjørt hann við, líka væl sum hin, fyri at menniskjan skal vita, at hon hevur einki eftir at vænta sær. Alt hetta havi eg sæð í tóma lívi mínum: Mangur rættvísur gongur til grundar í rættvísi síni, og mangur gudleysur livir leingi í óndskapi sínum. Ver ikki ov rættvísur, og ber teg ikki at, sum tú hevði verið so ovurhonds vísur! Hví vilt tú forkoma tær sjálvum? Ver ikki ov gudleysur, og ver ikki dári! Hví vilt tú doyggja fyri tíðina? Best er, at tú heldur fast við annað og sleppir ikki hinum; tí tann, ið óttast Gud, finnur útveg úr øllum hesum. Vísdómurin ger hin vísa sterkari enn tíggju mektigar menn í staðnum. Tí einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott og syndar aldri. Legg heldur ikki í alt tað, sum fólk sigur, tí so kanst tú koma at hoyra tænara tín banna tær! Tú veitst jú við tær sjálvum, at tú hevur eisini mangan bannað øðrum. Alt hetta havi eg roynt við vísdómi; eg segði: ?Eg skal vinna vísdóm.? Men vísdómurin helt seg langt burtur frá mær. Langt burtur er tað, sum til er, og so djúpt, so djúpt; hvør kann finna tað! Eg hugdi rundan um meg, og tráan mín var at vinna kunnskap og granska og leita eftir vísdómi og klókskapi og skilja, at gudloysi er dárskapur, og dárskapur vitloysi. Og eitt fann eg, sum er beiskari enn deyðin: Kvinnan, sum er garn; hjarta hennara er snerra, og hendur hennara eru leinkjur; tann, ið Gudi er kærur, sleppur undan henni, men syndarin verður fangi hennara. Ja, hetta dugdi eg at síggja, sigur prædikarin, táið eg legði alt saman fyri at koma til úrslit. Eitt er, sum eg altíð havi leitað eftir, men ikki funnið: Ein mann havi eg funnið millum túsund, men kvinnu havi eg ikki funnið í øllum hópinum. Tó, hetta eina havi eg funnið, at Gud skapti menniskjuni, sum tey áttu at vera, men tey finna uppá so mangt løgið. KAPITUL Hvør er sum hin vísi, og hvør dugir at týða lutirnar? Vísdómurin fær andlit menniskjans at lýsa, og hitt harða í andliti hansara verður umskift. Eg sigi: Gev boði kongsins gætur, ja, ger tað, við tað at tú hevur svorið eið um Gud! Ver ikki ov skjótur at fara burtur frá honum, og kom tær ikki upp í nakað, sum ilt er! Hann kann jú gera alt, ið hann vil. Tí orð kongsins hevur vald, og hvør torir at siga við hann: ?Hvat gert tú!? Tann, ið heldur boðið, skal ongum illum vita av, og hjarta hins vísa skal fáa at kenna tíð og dóm. Tí hvør fyritøka hevur tíð sína og dóm sín; tí óndskapur mansins hvílir tungur á honum; hann veit jú ikki, hvat ið fer at henda; hvør kann siga honum, hvussu fer at ganga! Einki menniskja hevur vald á vindinum, so hann kann halda honum aftur, og líka lítið er nakar harri yvir deyðadeginum; bardaganum kann eingin sleppa sær undan, og gudloysi bjargar ikki honum, ið fremur tað. Hetta havi eg alt sæð, og eg havi givið mær far um alt tað, sum hendir undir sólini, á eini tíð táið eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku. Líkaleiðis sá eg, at gudleys komu í grøv og gingu inn til hvílu; men tey, sum rætt høvdu gjørt, noyddust at fara burtur frá bústaði hins Heilaga og vórðu gloymd í staðnum. Eisini hetta er fáfongd. Av tí at hin ónda gerð fær ikki dómin oman yvir seg við tað sama, fær hjarta menniskjabarnanna dirvi at gera tað, ið ilt er við tað at syndarin hundrað ferðir kann gera ónt og livir tó leingi. Men eg veit kortini, at teimum skal gangast væl, sum óttast Gud, aftur fyri at tey óttast ásjón Hansara, men at ikki skal gangast hinum gudleysa væl, og at hann sum skuggin skal ikki liva leingi, við tað at hann óttast ikki Gud. Fáfongd er, sum á jørðini hendir: At rættvís eru, ið verða fyri tí, sum gudleys hava uppiborið, og at gudleys eru, ið verða fyri tí, sum rættvís hava uppiborið. Eg sigi: Hetta við er fáfongd. Eg prísaði tí gleðini; tí menniskjað hevur einki annað gott undir sólini enn at eta og drekka og verða glaður; og hetta fylgir honum í strevi hansara lívsdagarnar, ið Gud hevur givið honum undir sólini. Táið eg vendi hjarta mínum at læra vísdóm at kenna og at hyggja at stríðinum, ið tey gera sær á jørðini tí hvørki dag ella nátt fáa tey blund í eyguni tá dugdi eg at síggja, at so er við øllum verki Guds, at menniskjað er ikki ment at fata tað, ið undir sólini hendir; tí hvussu nógv menniskjað so pøsir seg við at granska tað út, er hann ikki mentur at fata tað kortini, og um so hin vísi hugsar, at víst skal hann skilja tað, er hann ikki mentur at fata tað kortini. KAPITUL Ja, alt hetta havi eg lagt mær á hjarta, og eg havi roynt at grunda alt hetta út: At hini rættvísu og hini vísu og verk teirra eru í hond Guds; hvørki um kærleika ella hatur kann menniskjað vita nakað frammanundan; tey kunnu vænta sær alt. Alt kann henda øll; hinum rættvísa gongst sum hinum gudleysa, hinum góða og reina sum hinum óreina, tí, ið ofrar, sum tí, ið ikki ofrar; hin góði verður roknaður líka við syndaran, hann, ið svør, líka við hann, ið óttast fyri at svørja. Tað er tað ringa við øllum, ið undir sólini hendir, at øllum gongst líka; tí er eisini hjarta menniskjanna fult av tí, sum ónt er, og dárskapur er í hjarta teirra, so leingi sum tey liva, og síðani mugu tey avstað niður til hini deyðu. Tí hvør man hann vera, ið sleppur undan! Fyri øllum, sum liva, er vón; tí livandi hundur er betri enn deyð leyva. Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki; tey hava onga løn meir at vænta sær, tí minnið um tey verður strikað út. Bæði kærleika teirra og hatri teirra og øvund teirra er langt síðani úti við, og tey hava í allar ævir ongan part aftur í øllum, sum undir sólini hendir. Far tí og et breyð títt við gleði og drekk vín títt við glaðum hjarta! Tí Gud hevur langt síðani góðkent tað, ið tú gert! Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki høvdi tínum fattast olju! Njót lívið við kvinnuni, ið tú elskar, allar dagar fáfongda lívs tíns, sum tær verða givnir undir sólini allar fáfongdu dagar tínar! Tí tað er lutur tín í lívinum og tað, ið tú fært fyri strev títt, sum tú møðir teg við undir sólini. Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert. Framvegis sá eg undir sólini, at tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ella kapparnir í bardaganum, ei heldur, at hinir vísu kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar. Tí menniskjað veit líka lítið tíð sína sum fiskarnir, ið koma fastir í vanlukkugarnið, ella fuglarnir, ið koma fastir í snerruna; sum teir, so koma eisini menniskjabørnini føst á óndari tíð, táið hon knappliga fellur á tey. Hetta havi eg eisini sæð vera vísdóm undir sólini, og stórur tykti hann mær: Lítil býur var, og fáir menn í honum; tá kom stórur kongur móti honum, kringsetti hann og bygdi mikil hervirki móti honum; men í býnum var fátækur maður, sum vísur var, og hann bjargaði býnum við vísdómi sínum; men ikki eitt menniskja mintist henda fátæka mann. Tá segði eg: ?Vísdómur er betri enn styrki; men vísdómur hins fátæka er vanvirdur, og orðum hansara verður ikki lurtað eftir!? Orð vísmanna, sum lurtað verður eftir í friði, eru betri enn róp høvdingans millum dárar. Vísdómur er betri enn vápn; men um tað so bert er ein syndari, kann hann spilla nógv gott. KAPITUL Deyðar flugur loypa stink og gongd í salvu salvublandarans, og minsta sindur av dárskapi forkemur manni, ið stendur fremri enn aðrir í vísdómi og heiður. Hjarta hins vísa stevnir til høgru, men hjarta dárans til vinstru. Hvar ið dárin so fer, fattast honum vit, og hann ger, at øll síggja, hann er dári. Reisist móti tær vreiði hansara, sum ræðið hevur, so far kortini ikki, haðani sum tú ert settur! Tí at halda seg stillan ger stórar syndir ógjørdar. Vanlukku havi eg sæð undir sólini, mistak frá tí, sum valdið hevur: Dárskapur verður settur í hásætið, og valamenn noyðast at sita niðastir. Trælir havi eg sæð ríðandi á hesti og høvdingar koma til gongu sum trælir. Tann, ið grevur grøv, fellur sjálvur í hana; tann, ið rívur niður vegg, verður bitin av ormi; tann, ið brýtur upp grót, fær mein av tí; tann, ið klývur við, kemur í vanda av tí; táið øksin er óhvøss, og eggin ikki verður brýnd, má tess meiri makt verða nýtt; men vísdómur hevur tann fyrimun, at hann ger alt á rættan hátt. Táið ormurin bítur, áðrenn hann er gyklaður, hevur gyklarin einki gagn av brøgdum sínum. Orð av munni hins vísa eru dámlig, men varrar dárans forkoma honum sjálvum; tos hansara byrjar við dárskapi og endar í ringasta vitloysi. Og dárin er orðaríkur, tóat menniskjað veit ikki, hvat ið fer at henda; tað, ið fer at henda eftir hann hvør sigur honum tað! Dárin pøsir seg út við strevi sínum; tí tað er aldri so frægt, at hann veit leiðina til staðin. Vei tær, land, ið hevur barn til kong og høvdingar, ið halda gildi um morgunin! Lukkuliga land, ið hevur aðalbornan kong og høvdingar, ið halda gildi í sámuligari tíð, sum fólk og ikki sum drykkjumenn! Táið leti ræður, sjúnka bjálkarnir, og letur ein hendurnar hanga, lekur niður í húsið. Til at stuttleika sær halda teir gestaboð, og vínið ger lívið glatt, og alt samalt fæst fyri pening. Ikki so mikið sum í huganum mást tú banna konginum, og enntá ikki í sovikamari tínum mást tú banna hinum ríka; tí fuglar himmalsins bera ljóðið avstað, og teir við veingjum bera út tað, ið tú sigur. KAPITUL Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur! Být í sjey partar tað, sum tú hevur, ja, í átta, tí tú veitst ikki, hvør vanlukka ið henda kann á jørðini! Táið skýggini eru vorðin full av vatni, hella tey regn yvir jørðina, og táið træið fellur suðureftir ella norðureftir verður tað liggjandi, har sum tað fellur. Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta. Líka lítið sum tú kennir leið vindsins, ella hvussu beinini verða til í lívi hennara, sum er við barn, líka lítið veitst tú, hvat Gud fer at gera, Hann, sum virkar tað alt samalt. Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi! Tí tú veitst ikki, hvat ið fer at lukkast, hetta ella hitt, ella um báðir partar verða góðir. Og ljósið er søtt, og gott er fyri eyguni at fáa sólina at síggja. Tí um so menniskjað livir mong ár, skal tað gleða seg tey øll og minnast dagar myrkursins; tí teir verða nógvir; alt tað, ið kemur, er fáfongd. Gleð teg, unglingi, í ungdómi tínum, og lat hjarta títt vera í góðum lagi á vári lívsins! Far, hagar sum hjarta títt lystir, og njót tað, ið eygu tíni síggja! Men tað skalt tú vita, at fyri alt hetta skal Gud draga teg til dóms. Lat gremju víkja frá hjarta tínum, og halt plágu burtur frá likami tínum! Tí ungdómur og morgunroði eru fáfongd. KAPITUL Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma, og árini nærkast, sum tú fert at siga um: ?Tey líkar mær ikki!? áðrenn sól og ljós og máni og stjørnur verða fjald í myrkri, og skýggini koma aftur eftir regnið, táið teir ristast, sum halda vakt yvir húsinum, og hinir sterku menn kropna, táið tær, ið á kvørnini mala, gevast, tí tær eru ov fáar, og myrkt er vorðið teimum, ið út um vindeyguni hyggja, táið báðar útdyrnar verða læstar, og ljóðið frá kvørnini minkar, so tað ljóðar ikki harðari, enn spurvur letur, og allar tær, ið syngja, verða lágmæltar, táið ein stúrir fyri hvørji brekku, og ræðslur lúra á vegnum, táið mandlutræið blómar, táið grashoppan ekur seg avstað, og kapersberið missir kraftina nú ið menniskjað fer avstað til æviga bústað sín, og hini syrgjandi longu ganga á vegnum og bíða áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, áðrenn krukkan sorast sundur við kelduna, og hjólið fer í sor og dettur niður í brunnin og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann! Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, alt er fáfongd! Annars er at siga, at prædikarin var vísmaður; hann lærdi eisini fólkið kunnskap; hann granskaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk. Prædikarin royndi at finna fyrndarorð, og rætt er tað, ið skrivað er, sannleiksorð. Orð vísmanna eru sum broddar, og savnað saman eru tey sum naglar, ið inn eru negldir; tey eru givin av einum og sama hirða. Enn skal sigast: Sonur mín! Tak við ávaring! Ikki er endi á, sum bøkur verða skrivaðar, og nógv granskan troyttar likamið. Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera. Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt. Bræv Paulusar til samkomuna í Róm KAPITUL Paulus er kallaður til ápostul heidninganna. Honum leingist at koma til Róm, Evangeliið er kraft Guds til frelsu, Menniskjuni eru undir vreiði Guds fyri syndir sínar, Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostul, kosin at kunngera evangelium Guds, sum Hann frammanundan í heiløgum skriftum hevði lovað við profetum Sínum, um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids, og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu Jesus Kristus, Harra okkara. Við Honum hava vit fingið náði og ápostlaembæti til at virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini navni Hansara til heiður; millum teirra eru tit við hini kallaðu Jesu Krists. Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heiløg: Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi! Fyrst takki eg Gudi mínum við Jesusi Kristi fyri tykkum øll, at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin. Tí Gud, sum eg í anda mínum tæni í evangeliinum um Son Hansara, er vitni mítt, hvussu eg uttan íhald minnist tykkum og altíð í bønum mínum biði um, at mær tó til endan einaferð skal eydnast, eftir vilja Guds, at koma til tykkara. Tí mær leingist at síggja tykkum, fyri at eg kann lata tykkum fáa part í onkrari andaligari náðigávu, so tit kunnu styrkjast eg meini við: At eg hjá tykkum kann verða lívgaður saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni. Eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, at eg mangan havi ætlað at koma til tykkara men higartil havi eg verið hindraður so eg kundi fingið nakað av ávøksti, eisini tykkara millum, eins og millum hini heidningafólkini. Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís. Eg eri tí fyri mín part til reiðar at kunngera evangeliið, eisini fyri tykkum, sum eru í Róm. Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda fyrst og Grikka. Rættvísi Guds av trúgv opinberast í tí fyri trúgv sum skrivað er: ?Hin rættvísi skal liva av trúgv.? Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan. Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan. Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt. Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum. Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum. Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen. Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína sum rætt var. Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni; tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin, skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys. Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað. KAPITUL Jødarnir við liggja undir vreiði Guds. Teir hava onga avsakan fyri synd sína. Einki batar teimum at rósa sær av lógini og umskeringini. Tú, menniskja hvør tú so ert, sum dømir hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama! Vit vita, at dómur Guds sum sannleiki býður er yvir teimum, ið slíkt gera. Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds? Ella vanvirðir tú ríkidømi góðsku, tolinmóðs og langmóðs Hansara og veitst ikki, at góðska Guds leiðir teg til umvending? Við tað at tú ert so harður, og hjarta títt kennir ikki angur, hópar tú tær upp vreiði á degi vreiðinnar, táið rættvísi dómur Guds verður opinberaður. Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara. Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika. Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði; trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda, bæði Jøda fyrst og síðani Grikka, men dýrd, heiður og friður yvir hvønn tann, sum ger hitt góða, bæði Jøda fyrst og so Grikka. Tí hjá Gudi er ikki mannamunur; øll, ið syndað hava uttan lóg, skulu eisini fortapast uttan lóg; og øll, ið syndað hava undir lóg, skulu verða dømd við lóg. Tí ikki tey, sum hoyra lógina, eru rættvís fyri Gudi; nei, tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd. Tí táið heidningar sum ikki hava lóg av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg; teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi. Tú kallar teg Jøda, setur lít tína til lógina, rósar tær av Gudi, kennir vilja Hansara og dømir um hitt ymiska, við tað at tú ert lærdur av lógini; tú lítur tær til at vera blindum vegleiðari, teimum ljós, sum í myrkri eru, dárum uppalari, ómyndigum lærari við tað at tú í lógini hevur rætta snið kunnleikans og sannleikans. Tú, sum lærir onnur, lærir ikki teg sjálvan! Tú, sum prædikar, at ikki eigur at verða stolið tú stjelur! Tú, sum sigur, at ikki eigur at verða drivið hor, tú drívur hor! Tú, sum hevur andstygd fyri avgudum, rænir avgudatempul! Tú, sum rósar tær av lógini, vanærir Gud við at bróta lógina! Tí ?fyri tykkara skuld verður navn Guds spottað millum heidningarnar? sum skrivað er. Víst er umskeringin til nyttu, um tú heldur lógina; men ert tú lógbrótari, so ert tú við umskering tíni óumskorin kortini. Heldur nú hin óumskorni boð lógarinnar skal hann tá ikki, tóat hann er óumskorin, verða roknaður sum umskorin! Og táið tann, ið av náttúruni er óumskorin, fullkemur lógina, skal hann døma teg, tú, sum við bókstavi og umskering ert lógbrótari. Tí ikki er tann Jødi, sum er tað útvortis, ei heldur er umskeringin tann, sum gjørd verður opinberliga á holdinum. Nei, tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í andanum, ikki í bókstavinum. Slíkur hevur rós sítt, ikki frá menniskjum, men frá Gudi. KAPITUL Eingin munur er øll menniskju eru syndarar og verða rættvísgjørd fyri einki av trúgv við endurloysingini í Kristusi. Hvat hevur tá Jødin framum? Ella hvat nyttar umskeringin? Nógv á allan hátt! Fyrst og fremst tað, at orð Guds eru litin teimum upp í hendur. Tí hvat! Um nakrir vóru ótrúgvir, skal tá ótrúskapur teirra gera trúfesti Guds til einkis! Minni enn so! Gud veri sannorðaður, og hvørt menniskja lygnari sum skrivað er: ?At Tú skalt verða kendur rættvísur í orðum Tínum og vinna, táið Tú verður dømdur.? Men um nú órættvísi okkara prógvar rættvísi Guds hvat skulu vit tá siga? Er Gud órættvísur, Hann, sum letur vreiðina koma? Eg tali menniskjaliga. Minni enn so! Hvussu kundi Gud tá dømt heimin! Og er nú tað, at Gud er sannorðaður, vorðið Honum enn meiri til heiður við tí, at eg eri lygnari, hví verði eg tá kortini dømdur sum syndari! Og hví skulu vit tá ikki sum vit verða spilt út fyri, og sum summi siga, at vit læra ?gera ilt, fyri at gott kann koma burtur úr tí?! Slík fáa av røttum dóm sín! Hvat tá? Hava vit nakað framum? Als ikki! Vit hava jú frammanundan klagað bæði Jødar og Grikkar fyri, at teir eru allir undir synd sum skrivað er: ?Eingin rættvísur er, ikki ein; skilafólk eru ikki til; eingin er, sum søkir Gud; øll eru farin av leið; øll somul eru spilt; eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein; opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu tey svik; ormaeitur er undir vørrum teirra; muður teirra er fullur av banni og beiskleika; føtur teirra eru kvikir at úthella blóð; oyðing og ósæla er á vegum teirra, veg friðarins kenna tey ikki; gudsótti er ikki fyri eygum teirra.? Nú vita vit, at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru, fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi. Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd. Men nú er uttan lóg rættvísi Guds opinberað, hon, ið vitnað er um av lógini og profetunum, rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva. Tí eingin munur er; øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds; og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar fyri at vísa rættvísi Sína í tíðini, sum nú er. Soleiðis kundi Hann vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus. Hvar er so rós okkara! Tað er útistongt. Við hvørji lóg? Lóg verkanna? Nei, við lóg trúarinnar! Tí halda vit nú, at menniskjað verður rættvísgjørt av trúgv, uttan lógverk. Ella er Gud bert Gud Jødanna! Er Hann ikki eisini Gud heidninganna? Jú, eisini heidninganna so satt sum Gud er ein og skal rættvísgera hinar umskornu av trúgv og hinar óumskornu við trúnni. Gera vit tá við trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina! KAPITUL Rættvísgering við trúgv staðfest við vitnisburði Dávids og við Ábrahami sum dømi. Hvat skulu vit tá siga, at faðir okkara Ábraham hevur vunnið eftir holdinum? Varð Ábraham rættvísgjørdur av verkum, hevur hann nakað at rósa sær av. Tó ikki fyri Gudi tí hvat sigur skriftin? ?Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.? Tann, ið virkar honum verður lønin roknað, ikki av náði, men sum nakað, hann eigur á. Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudliga rættvísan honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi. Soleiðis prísar eisini Dávid tað menniskja sælt, sum Gud tilroknar rættvísi uttan verk: ?Sæl tey, sum misbrotini eru fyrigivin, og syndirnar fjaldar hjá! Sælur tann maður, ið Harrin ikki tilroknar synd!? Henda sæla er hon nú fyri hini umskornu ella fyri hini óumskornu við? Vit siga jú, at trúgvin varð roknað Ábrahami til rættvísi. Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Táið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki táið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin. Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli trúarrættvísinnar, ið hann hevði, meðan hann var óumskorin, fyri at hann skuldi vera faðir alra teirra, sum trúgva og ikki eru umskorin, so rættvísi kann verða teimum tilroknað og faðir at hinum umskornu, sum ikki bert hava umskeringina, men eisini ganga í fótsporum trúarinnar, ið faðir okkara Ábraham hevði, meðan hann var óumskorin. Tí ikki við lóg fingu Ábraham og avkom hansara lyftið, at hann skuldi vera arvingi til heimin nei, við rættvísini, ið er av trúgv. Eru tey arvingar, sum halda seg til lóg, so er trúgvin vorðin til onga nyttu, og lyftið gjørt til einkis. Tí lógin virkar vreiði; har sum eingin lóg er, er heldur ikki lógbrot. Tí er tað av trúgv, fyri at tað skal vera av náði, so lyftið kann standa øllum avkominum fast, ikki bert teimum, ið hava lógina, men eisini teimum, ið hava trúgv Ábrahams, hansara, sum er faðir okkara alra sum skrivað er: ?Eg havi sett teg til faðir at mongum tjóðum? fyri Gudi, sum hann trúði, Honum, sum ger hini deyðu livandi og kallar tað, ið ikki er til, sum tað var til. Har eingin vón var, trúði hann við vón; soleiðis kundi hann verða faðir at mongum tjóðum, eftir tí, sum sagt var: ?So skal avkom títt verða.? Og uttan at vikna í trúnni mintist hann, at hansara egna likam var eins og deytt hann var jú tætt við ár og at móðurlív Sáru var eins og deytt. Hann ivaðist ikki í vantrúgv um lyfti Guds, men styrknaði í trúnni, tí hann gav Gudi dýrdina og var fullvísur í, at tað, sum Hann hevði lovað, var Hann eisini mentur at gera. Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi. Men ikki bert fyri hansara skuld er skrivað, at tað varð honum tilroknað, men eisini fyri okkara skuld; eisini okkum verður tað tilroknað, okkum, sum trúgva á Hann, ið uppreisti Jesus, Harra okkara, frá hinum deyðu, Hann, sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering. KAPITUL Sæli ávøkstur hinnar rættvísgerandi trúar, Synd og deyði komu við Ádami, rættvísi og lív við Jesusi Kristi, Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi. Við Honum hava vit eisini fingið atgongd í trúnni til hesa náði, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds. Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol, tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er. Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys. Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini. Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara. Og ikki bert tað; vit rósa okkum eisini av Gudi við Harra okkara Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við. Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu tí synd var í heiminum, áðrenn lógin var; men synd verður ikki tilroknað, har eingin lóg er. Tó ráddi deyðin frá Ádami til Móses, eisini yvir teimum, ið ikki høvdu syndað við broti, Ádams líkum sum er fyrimynd Hansara, ið koma skuldi. Men ikki er so við náðigávuni sum við fallinum; tí doyðu hini mongu við falli hins eina, so er mangan meir náði Guds og gávan komin í yvirflóð til hini mongu við náði hins eina mans, Jesu Krists. Og við gávuni er ikki, sum var, táið hin eini syndaði; tí dómurin kom við einum einstøkum og varð til fordøming, men náðigávan varð út av mongum føllum til rættvísgering. Ráddi deyðin, aftur fyri fall hins eina, við hinum eina, so skulu mangan meiri tey, sum fáa yvirflóð náðinnar og rættvísigávunnar, ráða í lívinum við hinum eina, Jesusi Kristi. Eins og tí við falli eins fordøming er komin yvir øll menniskju, so er eisini við rættvísi eins rættvísgering lívsins komin yvir øll menniskju. Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina. Men lógin kom aftrat, fyri at fallið skuldi verða stórt; tó, har sum syndin varð stór, varð náðin uppaftur størri, fyri at, eins og syndin ráddi í deyðanum, so skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, Harra okkara. KAPITUL Vit skulu doyggja frá syndini og liva nýtt lív, við Kristusi í tænastu rættvísinnar og ikki syndarinnar. Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni! Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara? Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív. Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini verða tað við líkari uppreisn. Vit vita jú hetta, at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so vit skuldu ikki longur tæna syndini. Tí tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. Eru vit nú deyð við Kristusi, trúgva vit, at vit eisini skulu liva við Honum. Vit vita jú, at Kristus, eftir at vera risin upp frá hinum deyðu, doyr ikki meir; deyðin ræður ikki longur yvir Honum. Tí deyða Sín doyði Hann eina ferð fyri syndina, men lív Sítt livir Hann fyri Gudi. Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi. Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess! Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum vápn órættvísinnar! Nei, bjóðið Gudi fram tykkum sjálv sum tey, ið frá deyðum eru vorðin livandi, og bjóðið Gudi fram limir tykkara sum vápn rættvísinnar! Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði. Hvat tá! Skulu vit synda, við tað at vit eru ikki undir lóg, men undir náði! Minni enn so! Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd til deyða ella hjá lýdni til rættvísi ? Men Gudi veri tøkk, at víst hava tit verið tænarar hjá syndini, men nú eru tit av hjarta vorðin tí læruhátti lýðin, sum tit vórðu givin! Og loyst frá syndini eru tit vorðin tænarar hjá rættvísini. Eg tali menniskjaliga, við tað at hold tykkara er so veikt. Eins og tit buðu fram limir tykkara sum tænarar hjá óreinskuni og lógloysinum til lógloysi bjóðið soleiðis nú fram limir tykkara sum tænarar hjá rættvísini til heilaggering! Meðan tit vóru tænarar hjá syndini, vóru tit leys frá rættvísini. Hvønn ávøkst høvdu tit tá! Slíkt, sum tit nú skammast við! Endi tess er jú deyðin. Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív. Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara. KAPITUL Frælsi okkara frá lógini, Lógin og syndin, Máttloysi menniskjans í bardaga móti holdinum, Ella vita tit ikki, brøður eg tali jú til slík, sum kenna lógina at lógin ræður yvir menniskjanum, so leingi sum tað livir? Hin gifta kvinnan er jú við lógini bundin til mann sín, so leingi sum hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini viðvíkjandi manninum. Hon skal tí verða kallað horkvinna, um hon, meðan maðurin livir, gevur øðrum manni seg; men doyr maðurin, er hon frí frá lógini, so hon verður ikki horkvinna, um hon gevur øðrum manni seg. Soleiðis brøður mínir doyðu eisini tit frá lógini við likami Kristusar, fyri at tit skulu hoyra einum øðrum til, Honum, ið risin er upp frá hinum deyðu, so vit kunnu bera Gudi ávøkst. Tí meðan vit vóru í holdinum, virkaðu hinir syndigu lystir, ið vaktir vórðu við lógini, soleiðis í limum okkara, at vit bóru deyðanum ávøkst. Men nú eru vit loyst frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum fyrr helt okkum fangað, so at vit tæna á nýggja hátt andans og ikki á gamla hátt bókstavsins. Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: ?Tú mást ikki girnast.? Syndin slapp nú framat og virkaði við boðnum alskyns girnd í mær; tí uttan lóg er syndin deyð. Eg livdi einaferð uttan lóg; men táið boðið kom, varð syndin livandi aftur, og eg doyði; og boðið sum givið var til lív varð mær til deyða. Tí syndin slapp framat, dáraði meg við boðnum og drap meg við tí. So er tá lógin heiløg, og boðið er heilagt, rættvíst og gott. Er tá tað, sum gott er, vorðið mær til deyða! Minni enn so! Nei, tað var syndin, fyri at hon skuldi vísa seg sum synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyðan; soleiðis skuldi syndin við boðnum verða út av lagi syndig. Vit vita jú, at lógin er andalig; men eg eri holdborin, seldur undir syndina. Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg. Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, gevi eg jú lógini tann vitnisburð, at hon er góð. So er tað nú ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr. Tí eg veit, at í mær í holdi mínum býr einki gott; viljan havi eg, men at gera hitt góða eri eg ikki mentur. Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg. Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, so er tað ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr. So finni eg nú ta lóg hjá mær eg, sum vil gera hitt góða at hitt illa er mær hjástatt. Tí eftir hinum innara menniskja mínum havi eg hug til lóg Guds; men í limum mínum síggi eg aðra lóg, sum stríðir móti lóg sinnis míns og tekur meg til fanga undir lóg syndarinnar, sum í limum mínum er. Arma menniskja mítt! Hvør skal fría meg frá hesum likami deyðans! Gudi veri tøkk við Jesusi Kristi, Harra okkara! So tæni eg tá sjálvur við sinninum lóg Guds, men við holdinum lóg syndarinnar. KAPITUL Við Kristusi verða vit frelst frá fordøming og fáa kraft at liva, ikki eftir holdinum, men eftir Andanum, Við tað at vit eru børn Guds, skulu vit eftir líðing her ganga inn til dýrd Hansara, So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. Tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum, fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum. Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga. Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður. Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað; og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi. Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til. Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt tað ger syndin; men andin er lív tað ger rættvísin. Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr. So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum. Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva. So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds. Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: ?Abba! Faðir!? Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds. Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum. Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum. Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna. Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana, í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú. Og ikki bert hann; eisini vit sjálv sum hava frumgróður Andans eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum endurloysing likams okkara. Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær hvussu kann hann eisini vóna tað! Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí. So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast. Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu. Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað. Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við. Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum hvør kann tá vera ímóti okkum! Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum! Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger. Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum. Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! sum skrivað er: ?Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.? Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara. KAPITUL Ikki allir av Ísrael eru sannir Ísraelsmenn, Gud hevur kallað eisini tey, sum ikki eru av Ísrael, til at verða fólk Sítt við rættvísi av trúgv, Eg sigi sannleika í Kristusi, eg lúgvi ikki samvitska mín vitnar við mær í Heilaga Andanum at eg havi í hjartanum stóra sorg og kvøl, sum aldri gevst um brøður mínar, skyldmenn mínar eftir holdinum. Eg sjálvur ynskti jú at vera bannlýstur frá Kristusi. Teir eru jú Ísraelsmenn, teimum tilhoyrir sonarætturin, dýrdin, sáttmálarnir, lóggávan, gudstænastan og lyftini; teimum tilhoyra fedrarnir, og av teimum er Kristus komin eftir holdinum, Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir. Amen. Hetta sigi eg ikki, sum at orð Guds skuldi havt svikið; tí ikki øll, sum eru av Ísrael, eru Ísrael; ei heldur eru øll børn, fyri tað at tey eru avkom Ábrahams nei: ?Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.? Hetta merkir: Ikki tey eru børn Guds, sum eru børn eftir holdinum; nei, tey, sum eru børn eftir lyftinum, tey roknast fyri avkom. Tí lyftisorð er hetta: ?Um hesa tíðina skal Eg koma, og tá skal Sára hava son.? Og enn meir: So var eisini við Rebekku, táið hon var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara. Tí táið teir enn vóru óføddir og hvørki høvdu gjørt gott ella ilt, varð fyri at ráð Guds eftir útveljingini skuldi standa fast, ikki av verkum, men av Honum, ið kallar sagt við hana: ?Hin eldri skal tæna hinum yngra? sum skrivað er: ?Jákup elskaði Eg, men Esau hataði Eg.? Hvat skulu vit tá siga? Er órættvísi hjá Gudi! Minni enn so! Hann sigur jú við Móses: ?Eg skal vera honum náðigur, sum Eg eri náðigur, og miskunna honum, sum Eg miskunni.? So stendur tað ikki til tann, ið vil, ei heldur til tann, ið rennur, men til Gud, sum miskunnar. Tí skriftin sigur við Farao: ?Júst til hetta reisti Eg teg upp, at Eg kundi vísa mátt Mín á tær, og at navn Mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina.? So miskunnar Hann tá honum, sum Hann vil, og herðir hann, ið Hann vil. Nú vilt tú siga við meg: ?Hvat hevur Hann tá at kæra Seg um! Hvør kann standa vilja Hansara ímóti!? Ja, men hvør ert tú, menniskja, ið svarar Gudi aftur! Skal tað, sum gjørt er, siga við Hann, ið gjørdi tað: ?Hví gjørdi Tú meg so?? Ella hevur leirkerasmiðurin ikki vald á leirinum, so hann úr sama deiggi kann gera eitt ílat til æru, eitt annað til vanæru! Men um nú Gud tóat Hann vildi vísa vreiði Sína og kunngera mátt Sín tó í stórum langmóði toldi vreiðiíløtini, sum til reiðar vóru til undirgang so Hann eisini kundi kunngera dýrdarríkdóm Sín á miskunnaríløtunum, sum Hann frammanundan hevði gjørt til reiðar til dýrd ! Og at verða slík kallaði Hann okkum við, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum sum Hann eisini sigur hjá Hoseasi: ?Tað, sum ikki var fólk Mítt, skal Eg kalla fólk Mítt, og hana, ið ikki var hin elskaða, skal Eg kalla hina elskaðu Mína; og so skal verða, at á tí staði, har sagt varð við tey: ?Tit eru ikki fólk Mítt!? har skulu tey verða kallað børn hins livandi Guds.? Men Esaias rópar um Ísrael: ?Um so tal Ísraelsmanna er sum sjóvarsandur, skal bert leivdin frelsast. Tí Harrin ger upp roknskap Sín og endar hann í skundi og skal fullføra tað á jørðini.? Og sum Esaias frammanundan hevur sagt -: ?Hevði Harrin Zebaot ikki latið okkum havt avkom eftir, vóru vit vorðin sum Sodoma og gjørd Gomorra lík.? Hvat skulu vit nú siga? At heidningar, ið ikki søktu eftir rættvísi, vunnu rættvísi men tað var rættvísina av trúgv; men Ísrael, sum søkti eftir rættvísilóg, náddi ikki fram til slíka lóg. Hví? Tí tey søktu hana ikki av trúgv, men av verkum tey fullu um snávisteinin sum skrivað er: ?Eg leggi í Zion snávistein og klett, sum er til fall; tann, ið trýr á Hann, skal ikki verða til skammar.? KAPITUL Jødarnir villast, tí teir ætla at náa rættvísi við lógverkum og ikki við trúgv, tóat evangeliið er prædikað fyri teimum. Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst. Tí eg gevi teimum tann vitnisburð, at tey hava íðinskap fyri Gud men ikki við skili. Tey kenna ikki rættvísi Guds og royna at fáa í lag sína egnu rættvísi; tí hava tey ikki boygt seg undir rættvísi Guds. Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr. Móses skrivar jú um rættvísina av lógini: ?Tað menniskja, sum hetta ger, skal liva við tí.? Men rættvísin, ið er av trúgv, sigur so: ?Sig ikki í hjarta tínum: ?Hvør skal fara upp til Himmals??? tað er, at fáa Kristus niður ?ella: ?Hvør skal fara niður í avgrundina??? tað er, at fáa Kristus upp frá hinum deyðu. Hvat sigur hon tá? ?Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum? tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika. Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur. Tí við hjartanum trýr ein til rættvísi; og við munninum játtar ein til frelsu. Skriftin sigur jú: ?Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar.? Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann. Tí ?hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.? Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar! Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! sum skrivað er: ?Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!? Men ikki øll vóru evangeliinum lýðin. Esaias sigur jú: ?Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi frá okkum!? So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar. Eg spyrji tá: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: ?Um alla jørðina er rødd teirra gingin út, og til enda jarðarríkis orð teirra.? Og eg spyrji: Hevur Ísrael ikki skilt tað? Fyrst sigur Móses: ?Eg skal vekja øvund tykkara móti tjóð, ið er ikki tjóð; móti tjóð við ongum viti skal Eg vekja vreiði tykkara.? Og Esaias vágar sær at siga: ?Eg varð funnin av teimum, ið ikki søktu Meg; Eg varð teimum opinberur, sum ikki spurdu eftir Mær.? Men við Ísrael sigur hann: ?Allan dagin rætti Eg út hendurnar móti ólýdnari, treiskari tjóð.? KAPITUL Leivd av Ísrael hevur longu fingið náði, Við vantrúgv Ísraels er frelsan komin til heidningarnar, Alt Ísrael skal einaferð koma til trúgv og verða frelst, Eg spyrji nú: Hevur tá Gud vrakað fólk Sítt? Minni enn so! Eisini eg eri jú Ísraelsmaður, av avkomi Ábrahams, av ætt Benjamins! Gud hevur ikki vrakað fólk Sítt, sum Hann kendi frammanundan. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur, har hon talar um Elias? hvussu hann stígur fram fyri Gud móti Ísrael og sigur: ?Harri! Profetar Tínar hava tey dripið, altar Tíni hava tey rivið niður; eg eri einsamallur eftir, og tey liggja mær eftir lívinum.? Og hvat svar fær hann tá frá Gudi? ?Eg havi latið menn verða eftir til Mín, teir, ið ikki hava boygt knæ fyri Ba'al.? Soleiðis er eisini, í tíðini, sum nú er, leivd vorðin eftir eitt náðiúrval. Men er tað av náði, so er tað ikki longur av verkum annars verður náðin ikki náði longur. Hvussu tá? Tað, sum Ísrael leitar eftir, hevur tað ikki fingið; men hini útvaldu hava fingið tað, hini eru vorðin herd sum skrivað er: ?Gud gav teimum svøvnanda, eygu til ikki at síggja við og oyru til ikki at hoyra við, líka til henda dag.? Og Dávid sigur: ?Borð teirra verði teimum snerra, fella, ástoyt og afturløning! Eygu teirra blindist, so tey síggja ikki, og boygg altíð rygg teirra!? Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara. Er nú fall teirra heiminum ríkidømi, og er minkan teirra heidningunum ríkidømi, hvussu mikið meiri ikki, táið tal teirra verður fult! Til tykkara tali eg, tit heidningar! So satt sum eg eri heidningaápostul, prísi eg embæti mínum um eg tó kundi vakt ætt mína eftir holdinum til álvara og frelst nøkur av teimum. Tí er tað heiminum sáttargerð, at tey eru vrakað, hvat verður tað tá uttan lív av deyðum, táið tey verða fagnað! Er frumgróðurin heilagur, so er deiggið tað við, og er rótin heiløg, so eru greinarnar tað við. Men um nú nakrar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, villur oljukvistur, vart gróðursettur millum teirra og fekst part við teimum í rót og fiti oljutræsins, so rósa tær ikki móti greinunum! Og um tú rósar tær, so er tað tó ikki tú, ið bert rótina, men rótin, ið ber teg. Tú sigur kanska: ?Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!? Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast! Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg. Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av. Men hini skulu eisini verða gróðursett, verða tey ikki verandi í vantrúnni; tí Gud er mentur aftur at gróðurseta tey. Tí um tú vart høgdur av oljutrænum, ið av náttúruni er vilt, og móti náttúruni gróðursettur í gott oljutræ, hvussu mikið meiri skulu tá ikki tey verða gróðursett í sítt egna oljutræ, tey, sum av náttúruni hoyra til tað! Tí eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um hetta loyndarmál fyri at tit skulu ikki halda tykkum sjálvar vera klókar at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka inntil heldningarnir eru komnir inn í fullum tali. So skal alt Ísrael verða frelst sum skrivað er: ?Úr Zion skal Frelsarin koma; Hann skal fáa burt gudloysi frá Jákupi; og táið Eg taki burt syndir teirra, er hetta sáttmáli Mín við tey.? Eftir evangeliinum eru tey fíggindar fyri tykkara skuld; men eftir útveljingini eru tey elskað fyri fedranna skuld. Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki. Eins og tit áður vóru Gudi ólýðin, men hava nú fingið miskunn, við tað at hesi vóru ólýðin, soleiðis hava nú eisini hesi verið ólýðin, fyri at tey, við teirri miskunn, ið tykkum er fallin í lut, eisini skulu fáa miskunn. Tí Gud hevur givið tey øll upp til ólýdni, so Hann kundi miskunna teimum øllum. Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara! Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara! Ella hvør gav Honum fyrst, so honum skuldi verðið givið viðurlag! Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen. KAPITUL Áminningar um heilagt lív í eyðmjúkleika, tænarasinni, trúskapi og kærleika. Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara. Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er hitt góða, dámliga og fullkomna! Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv. Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv, soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars. Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum um tað nú er profetagáva nýta hana, eftir sum vit hava trúgv, ella um tað er tænasta so latið okkum akta eftir tænastuni, ella um ein er lærari eftir lærdóminum, ella um ein áminnir eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði! Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða! Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður! Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum tænið Harranum! Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini! Takið tykkum av hinum heiløgu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð! Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki! Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta! Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum! Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja! Er tað møguligt so langt sum til tykkara stendur so haldið frið við øll menniskju! Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: ?Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.? ?Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.? Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum! KAPITUL Áminningar um lýdni fyri yvirvøldini, kærleika til næstan og sámiligan atburð. Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín. Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni! Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er. Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld. Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv. Gjaldið øllum tað, ið tit skylda honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava! Skyldið ongum nakað uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina. Tí hetta: ?Tú mást ikki dríva hor?; ?tú mást ikki drepa?; ?tú mást ikki stjala?; ?tú mást ikki girnast? og hvat annað boð ið er tað er stutt innihildið í hesum orði: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.? Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar. Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv. Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljóssins! Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund! Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir! KAPITUL Skyldur móti hinum veiku í trúnni, sum eru ivasom viðvíkjandi summum útvortis lutum. Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara! Ein hevur trúgv at eta alt; men hin veiki etur bert urtir. Tann, ið etur, má ikki vanvirða tann, ið ikki etur; og tann, ið ikki etur, má ikki døma tann, ið etur; tí Gud hevur tikið ímóti honum. Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann men hann skal verða standandi, tí Harrin er mentur at lata hann standa! Ein setur ein dag hægri enn annan; ein annar setur allar dagar líka ein og hvør havi fulla vissu í sínum egna sinni! Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harranum. Tann, ið etur, ger tað fyri Harranum hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi. Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. Tí doyði jú Kristus og varð livandi aftur, at Hann skuldi vera Harri yvir bæði livandi og deyðum. Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds. Skrivað er: ?So satt sum Eg livi sigur Harrin fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!? So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan. Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Nei, fellið heldur tann dóm, at eingin má leggja ástoyt ella fellu fyri bróður sín! Eg veit og eri í Harranum Jesusi vísur í, at einki er í sær sjálvum óreint; bert honum, ið roknar nakað fyri óreint honum er tað óreint. Verður nú volt bróður tínum sorg við mati tínum, so er atferð tín ikki longur í kærleika. Leið ikki við mati tínum tann í undirgang, sum Kristus er deyður fyri! Latið tá ikki hitt góða tykkara verða til spott! Tí ríki Guds er ikki at eta og drekka; nei, tað er rættvísi, friður og gleði í Heilaga Andanum. Tann, sum í tí tænir Kristusi, toknast Gudi og er menniskjum dámligur. Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars! Brótið ikki niður verk Guds fyri mats skuld! Víst er alt reint; men tað er tí menniskja ónt, sum við at eta fær ástoyt. Beint er, ikki at eta kjøt, drekka vín ella gera nakað, sum er bróður tínum ástoyt. Tú hevur trúgv! Hav hana hjá tær sjálvum, fyri Gudi! Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, hann velur! Men tann, ið ivast etur hann, er hann dómfeldur, tí hann gjørdi tað ikki av trúgv. Alt, ið ikki er av trúgv, er synd. KAPITUL Áminningar um spakføri og semju, Paulus talar um endamál brævsins og kall sítt til ápostul, Um ferðir, ið hann ætlar at gera, Biður um forbøn samkomunnar, Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar. Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar honum til gagn, til uppbygging. Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði; nei sum skrivað er -: ?Háð teirra, ið Teg háðaðu, fall á Meg.? Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón. Og Gud tolsins og troystarinnar gevi tykkum at semjast tykkara millum eftir fyridømi Jesu Krists, so tit av einum hjarta við einum munni kunnu prísa Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists! Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd! Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar; men heidningarnir skulu prísa Gudi fyri miskunn sum skrivað er: ?Tí skal eg játta Teg millum heidningar og lovsyngja navni Tínum.? Uppaftur verður sagt: ?Gleðist, tit heidningar, saman við fólki Hansara!? Og uppaftur: ?Lovið Harranum, allir heidningar, og prísið Honum, øll fólk!? Uppaftur sigur Esaias: ?Koma skal rótskot Ísais, Hann, sum reisist at ráða yvir heidningum; á Hann skulu heidningar vóna.? Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans! Eg havi eisini sjálvur ta fullu vissu um tykkum, brøður mínir, at tit av tykkum sjálvum eru fullir av góðsku, fyltir við øllum kunnskapi, førir fyri eisini at áminna hvør annan. Tó havi eg fyri ein part skrivað heldur djarvt til tykkara fyri aftur at áminna tykkum eftir náðini, ið mær er givin av Gudi, at eg millum heidningarnar skal vera offurtænari Krists Jesu, ið tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri at heidningarnir kunnu verða offur, ið líkar Honum, halgað við Heilaga Andanum. Tí havi eg rós mítt í Kristi Jesusi, í tænastu míni fyri Gudi. Tí eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur virkað við mær til at leiða heidningar til lýdni, við orði og verki, við kraft tekna og undra, við kraft Anda Guds, so eg, úr Jerúsalem og runt um, líka til Illýria, havi til fulnar kunngjørt evangelium Kristusar. Eg havi tó sett æru mína í at kunngera evangeliið, ikki har sum Kristus var nevndur frammanundan fyri at eg skuldi ikki byggja á grundarlagnum hjá øðrum. Nei sum skrivað er -: ?Tey, ið ongan boðskap høvdu fingið um Hann, skulu síggja, og tey, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.? Tí eri eg eisini so mangan hindraður at koma til tykkara. Men nú ið einki rúm er mær longur í hesum londum og eg mong ár havi tráað eftir at koma til tykkara ætli eg, táið eg fari til Spania, at koma til tykkara; tí eg vóni at fáa tykkum at síggja á gjøgnumferðini og av tykkum at verða hjálptur hagar, eftir at eg fyrst í nakran mun havi fingið gott av tykkum. Men nú fari eg til Jerúsalem í tænastu hinna heilagra. Tí Makedonia og Akaia vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku millum hini heiløgu í Jerúsalem. Tey vildu so fegin gera tað og tey standa eisini í skuld til teirra. Tí táið heidningarnir hava fingið part í andaligu góðum teirra, skylda teir teimum eisini at tæna teimum við hinum tímiliga. Táið eg tá havi fullført hetta og lagt henda ávøkst í hendur teirra, ætli eg haðani at fara til Spania og bera við hjá tykkum. Og eg veit, at táið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli. Nú áminni eg tykkum, brøður, við Harra okkara Jesusi Kristi og við kærleika Andans, saman við mær at stríða í bønum tykkara til Gud fyri mær, at eg skal verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Judea, og at ørindi mítt í Jerúsalem skal líka hinum heiløgu væl, so eg kann koma til tykkara við gleði, eftir vilja Guds, og verða lívgaður saman við tykkum. Gud friðarins veri við tykkum øllum! Amen. KAPITUL Paulus gevur Føbe viðmæli, Sendir heilsanir, Ávaring móti lygilærarum, Eftirskrift, Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea. Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heiløgu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum. Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi! Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna. Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus! Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum! Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg! Heilsið Ampliatusi, hinum elskaða mínum í Harranum! Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi, og Stakysi, hinum elskaða mínum! Heilsið Apellesi, hinum roynda í Kristusi! Heilsið teimum hjá Aristobulusi! Heilsið Heródion, skyldmanni mínum! Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru! Heilsið Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiða í Harranum! Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur arbeitt nógv í Harranum! Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni! Heilsið Asynkritusi, Flegon, Hermes, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum har hjá teimum! Heilsið Filologusi og Juliu, Nereusi og systur hansara, Olympasi og øllum hinum heiløgu hjá teimum! Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum. Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært haldið tykkum burtur frá teimum! Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu. Øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er. Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum! Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum, somuleiðis Lukius, Jason og Sosipater, skyldmenn mínir. Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið niður, heilsi tykkum í Harranum. Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen! Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um, men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen. Rutt KAPITUL Rutt kemur við No'omi til Betlehem. Á teimum døgum ið dómararnir stjórnaðu, kom einaferð hungursneyð í landinum. Tá fór maður úr Betlehem í Juda til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum. Maðurin æt Elimelek, kona hansara No'omi, og synir hansara Malon og Kiljon; teir vóru Efratitar, úr Betlehem í Juda. Tey komu nú til Móabsland og vórðu verandi har. So doyði Elimelek, maður No'omi, og hon sat eftir við báðum sonum sínum. Teir tóku sær móabitiskar konur; onnur æt Orpa, og onnur Rutt. Men táið tey høvdu búð har eini tíggju ár, doyðu teir báðir við, Malon og Kiljon, so at kvinnan sat einsamøll eftir báðar synir sínar og mann sín. Tá fór hon avstað við sonarkonum sínum, til at fara heimaftur úr Móabslandi; tí hon hevði frætt í Móabslandi, at HARRIN hevði vitjað fólk Sítt og givið teimum breyð. Hon fór nú við báðum sonarkonum sínum avstað, haðani sum hon hevði havt tilhald. Men á leiðini heimaftur til Judaland segði No'omi við báðar sonarkonur sínar: ?Vendið nú við og farið heimaftur, hvør til hús móður sínar! HARRIN veri tykkum góður, eins og tit hava verið góðar, bæði við teir, ið farnir eru, og við meg! HARRIN gevi tykkum, at tit finna eitt heim, hvør í húsi mans síns!? So kysti hon tær. Men tær skóru í grát og søgdu við hana: ?Nei, vit koma við tær heimaftur til fólk títt!? Tá segði No'omi: ?Vendið við, døtur mínar! Hví vilja tit koma við mær? Beri eg enn synir í fanginum, sum kunnu verða menn tykkara! Vendið við, døtur mínar, farið nú heimaftur! Eg eri ov gomul at verða kona nakran mann! Og um eg so helt, at eg hevði vón enn, ja, um eg so hesa nátt gav manni meg, og um so var, at eg fekk synir, skuldu tit fyri tað bíðað, inntil teir komu til! Skuldu tit fyri tað stongt tykkum inni og livað ógiftar! Nei, døtur mínar! Mær tykir so hjartaliga synd í tykkum tí meg hevur hond HARRANS rámt, og tað hart!? Tær skóru nú aftur í grát. Og Orpa kysti vermóður sína, men Rutt vildi ikki skiljast frá henni. Tá segði hon: ?Tú sært, at hin sonarkona mín er farin heimaftur til fólk sítt og gud sín far tú nú eisini heimaftur og fylg við hini sonarkonu míni!? Men Rutt svaraði: ?Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín; har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. HARRIN lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!? Táið No'omi nú sá, at hon vikaðist ikki frá at koma við henni, gavst hon at tosa við hana um tað. Tær hildu so fram báðar, inntil tær komu til Betlehem. Men táið tær komu til Betlehem, kom røringur í allan staðin, og kvinnurnar søgdu: ?Er hetta No'omi?? Men hon segði við tær: ?Kallið meg ikki No'omi*! Kallið meg Mara,** tí hin Alvaldi hevur latið nógva sorg koma yvir meg! Rík fór eg hiðani, og fátæka hevur HARRIN latið meg koma aftur. Hví kalla tit meg No'omi, táið HARRIN hevur vitnað móti mær, og hin Alvaldi hevur latið mær gangast so illa?? So kom No'omi tá aftur úr Móabslandi við sonarkonu síni, Móabitkvinnuni Rutt tær komu til Betlehem fyrst í byggskurðinum. KAPITUL Rutt sankar øks á akri Boazar. Nú var ein skyldmaður mann No'omi, ríkur maður av ætt Elimeleks; hann æt Boaz. Móabitkvinnan Rutt segði við No'omi: ?Lat meg fara út á akurin og sanka øks eftir onkrum, fyri hvørs eygum eg finni náði!? Hon svaraði henni: ?Ja, ger so, dóttir mín!? So fór hon; hon kom og sankaði øks á akrinum eftir teimum, ið skóru akur; og tað vildi so til, at akurin, ið hon sankaði á, átti Boaz, sum var skyldur við Elimelek. Boaz kom júst tá hagar úr Betlehem, og hann segði við tey, sum heystaðu inn: ?HARRIN veri við tykkum!? Tey svaraðu: ?HARRIN signi teg!? So segði Boaz við tann tænara sín, sum var settur yvir tey, ið heystaðu: ?Hvørjum hoyrir henda unga kvinnan til?? Tænarin, ið var settur yvir tey, ið heystaðu, svaraði: ?Hatta er Móabitkvinnan, ið kom higar við No'omi úr Móabslandi; hon segði: ?Loyv mær at sanka upp og savna øks millum bundini eftir teimum, ið heysta!? So kom hon, og hon hevur hildið á líka síðani tíðliga í morgun inntil nú og hevur ikki hvílt so mikið sum eina løtu.? Tá segði Boaz við Rutt: ?Hoyr, dóttir mín! Tú skalt ikki fara og sanka øks á nøkrum øðrum akri; nei, far ikki hiðani, men halt teg hjá gentum mínum her! Hygg eftir, hvar á akrinum tey arbeiða, tey, sum heysta, og far aftan á teimum! Eg havi sagt við dreingirnar, at teir mugu einki gera tær. Og verður tú tyst, so far til íløtini og fá tær at drekka av tí, sum dreingirnir oysa!? Tá fall hon á andlit sítt, boygdi seg til jarðar og segði við hann: ?Hvussu ber tað til, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so tú vísir mær vælvild, tóat eg eri fremmand?? Boaz svaraði henni: ?Mær er sagt frá øllum tí, sum tú hevur verið fyri vermóður tína, eftir at maður tín doyði, hvussu tú fórt frá faðir, móður og føðilandi og fórt til eitt fólk, sum tú kendi ikki frammanundan. HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!? Hon segði: ?So havi eg tá funnið náði fyri eygum tínum, harri, síðani tú hevur troystað meg og tosað blídliga við tænastukvinnu tína men tað er aldri so frætt, at eg eri sum ein av kvinnunum, ið eru í tænastu hjá tær!? Táið tíðin kom, at tey fóru at eta, segði Boaz við hana: ?Kom higar og fá tær av breyðinum og dyppa bitan í vínið!? So setti hon seg hjá teimum, ið heystaðu inn, og hann rætti henni bakað korn, so at hon át seg metta, og av leyp hjá henni aftrat. Síðani reistist hon aftur og fór at sanka. Og Boaz segði við tænarar sínar: ?Loyvið henni eisini at sanka millum bundini, og gerið henni einki, ja, tit skulu eisini toga øks út úr bundunum til hennara og lata tey liggja, so hon fær tey at sanka upp og tit mugu ikki deila hana!? Hon sankaði nú øks á akrinum líka til kvølds; og táið hon treskti tað, ið hon hevði sankað, var tað okkurt um efa av byggi. Hon tók tað og fór inn í býin, og vermóðir hennara sá tað, ið hon hevði sankað. Og Rutt tók og gav henni tað, ið hon hevði leivt, eftir at hon hevði etið seg metta. Tá segði vermóðir hennara við hana: ?Hvar hevur tú sankað øks í dag hvar hevur tú verið? Signaður veri hann, ið vísti tær vælvild!? So segði hon vermóður síni, hjá hvørjum hon hevði verið, og segði: ?Maðurin, ið eg havi verið hjá í dag, eitur Boaz.? Tá segði No'omi við sonarkonu sína: ?HARRIN, sum ikki hevur tikið miskunn Sína, hvørki frá teimum, ið liva, ella frá teimum, ið farnir eru, Hann signi hann!? Og No'omi segði framvegis við hana: ?Hesin maður er nær skyldur við okkum, hann er ein loysari* okkara.? Móabitkvinnan Rutt segði: ?Hann segði eisini við meg: ?Halt teg bert hjá fólki mínum, inntil tey eru heilt liðug at heysta hjá mær!?? Tá segði No'omi við sonarkonu sína: ?Tað er gott, dóttir mín, at tú fylgist við gentum hansara, so tú verður ikki illa viðfarin á øðrum akri!? Hon helt seg tá hjá gentum Boazar og sankaði øks har, inntil bæði byggheystið og hveitiheystið vóru at enda. Men hon var til hús hjá vermóður síni. KAPITUL Boaz kennist við Rutt, at hann eigur at loysa hana og taka hana til konu. No'omi, vermóðir hennara, segði nú við hana: ?Dóttir mín! Skuldi eg ikki hjálpt tær at fingið heim, so tú kanst hava tað gott! Hoyr nú! Boaz, hvørs gentum tú hevur verið saman við, hann er skyldmaður okkara. Nú í nátt kastar hann bygg á treskiplássinum. Vaska tær nú og salva teg, lat teg í og far oman á treskiplássið, men far so avstað, at maðurin fær teg ikki at síggja, fyrrenn hann er liðugur at eta og drekka! Táið hann so legst, ansa tá eftir, hvar hann leggur seg, far so og lyft upp kappan við føtur hansara og legg teg har hann skal tá siga tær, hvat tú skalt gera!? Hon svaraði: ?Eg skal gera alt tað, ið tú sigur!? So fór hon oman á treskiplássið og gjørdi, á allan hátt sum vermóðir hennara hevði álagt henni. Táið Boaz hevði etið og drukkið og var í góðum lagi, fór hann og legðist við enda korndungans; tá kom hon spakuliga og lyfti upp kappan við føtur hansara og legðist har. Á midnátt varð maðurin kløkkur, og táið hann settist upp undir seg, sá hann, at kvinna lá við føtur hansara. Hann segði tá: ?Hvør ert tú?? Hon svaraði: ?Eg eri Rutt, tænastukvinna tín breið út kappahorn títt yvir tænastukvinnu tína, tí tú ert loysari mín!? Tá segði hann: ?HARRIN signi teg, dóttir mín! Tú hevur nú víst enn meiri kærleika enn áður at tú ert ikki farin eftir hinum ungu dreingjunum, hvørki fátækum ella ríkum! Óttast tí nú ikki, dóttir mín! Alt tað, ið tú sigur, skal eg gera fyri teg; tí alt fólkið í býi mínum veit, at tú ert dugnalig kvinna. Tað er, sum tú sigur: Eg eri loysari tín; men annar loysari er, sum er nærri enn eg. Verð nú her í nátt! Vil hann so í morgin loysa teg gott, so lat hann tað! Men hevur hann ikki hug at loysa teg, so loysi eg teg so satt sum HARRIN livir! Verð nú liggjandi inntil í morgin ári!? Hon varð tá liggjandi við føtur hansara inntil um morgunin; men hon reistist, áðrenn fólk enn kendu hvørt annað, tí hann hugsaði: ?Tað má ikki spyrjast, at kvinna er komin higar á treskiplássið!? Síðani segði hann: ?Kom higar við kápuni, ið tú ert í halt hana fram!? Og táið hon helt hana fram, máldi hann seks mál av byggi og gav henni tað at bera. So fór hon inn í býin. Táið hon kom til vermóður sína, segði vermóðirin: ?Hvussu gekst, dóttir mín?? Hon segði henni tá alt, ið maðurin hevði gjørt við hana, og segði: ?Hesi seks málini av byggi gav hann mær, tí hann segði: ?Tú skalt ikki koma tómhent heim til vermóður tína!?? Tá segði hon: ?Halt teg nú kvirra, dóttir mín, inntil tú fært at síggja, hvussu gongur! Tí tann maðurin gevst ikki, fyrrenn hann fær hesi viðurskifti gjørd av, og tað í dag!? KAPITUL Boaz giftist við Rutt. Fær við henni Obed, Ættarbók Perez (til Dávid), Men Boaz var farin niðan í býportrið og hevði sett seg har. Tá kom hann júst gangandi, loysarin, ið Boaz hevði tosað um; og Boaz segði: ?Kom og set teg her!? Hann kom tá og setti seg. So rópti Boaz til sín tíggju av hinum elstu í býnum og segði: ?Setið tykkum her!? Teir settust. Síðani segði hann við loysaran: ?Jørðina, ið bróðir okkara Elimelek átti, hana hevur No'omi selt, hon, sum er komin aftur úr Móabslandi. Tí hugsaði eg, at eg skuldi lata teg vita tað og siga: Keyp hana, meðan teir, ið her sita, og hinir elstu í fólki mínum eru hjástaddir! Vilt tú loysa hana, so ger tað, og vilt tú ikki, sig so til, fyri at eg kann vita tað! Tí eingin annar er at loysa hana enn tú, og eftir teg eg sjálvur!? Hann svaraði: ?Eg skal loysa hana!? Tá segði Boaz: ?Men samstundis sum tú keypir jørðina frá No'omi, keypir tú hana eisini frá Móabitkvinnuni Rutt, konu hansara, sum deyður er, til á arvaluti hansara at reisa navn hansara, sum deyður er!? Nú svaraði loysarin: ?So kann eg ikki verða loysari, tí eg komi tá at spilla mín egna arvalut. Loys tú tað, ið eg skuldi loyst, tí eg kann ikki gera tað!? Nú var tað í gomlum døgum siður í Ísrael, táið maður skuldi staðfesta loysing ella avtala býti, at tá læt hann seg úr skógvinum og fekk hinum partinum hann, og hetta galt sum vitnisburður í Ísrael. Tí segði loysarin við Boaz: ?Keyp tú tað!? Og í tí sama læt hann seg úr skógvinum. Tá segði Boaz við teir elstu og alt fólkið: ?Tit eru í dag vitni um, at eg havi keypt frá No'omi alt tað, ið Elimelek átti, og alt tað, ið Kiljon og Malon áttu. Eisini Móabitkvinnuna Rutt, einkju Malons, havi eg vunnið mær til konu, til á arvaluti hansara at reisa navn hansara, sum deyður er, so navn hansara, sum deyður er, ikki skal doyggja út millum brøður hansara og úr portri heimstaðar hansara tað eru tit í dag vitni um!? Tá segði alt fólkið, sum í býportrinum var, og hinir elstu: ?Ja, tað eru vit vitni um! HARRIN lati kvinnuna, ið nú kemur í hús títt, verða sum Rakul og Leu, tær báðar, sum bygdu hús Ísraels! Tær veitist vald í Efrata, og navn títt verði prísað í Betlehem! Hús títt verði sum hús Perez, hann, ið Tamar átti Juda, við eftirkomarunum, ið HARRIN fer at geva tær við hesi ungu kvinnu!? So tók Boaz Rutt til sín, og hon varð kona hansara; og táið hann fór inn til hennara, læt HARRIN hana verða við barn, og hon átti son. Tá søgdu kvinnurnar við No'omi: ?Lovaður veri HARRIN, sum ikki læt tær fattast loysara í dag! Og navn hansara veri prísað í Ísrael! Hann skal vera tær troystari og hjálp tín á elliárum; tí sonarkona tín, sum vísti tær kærleika, hevur átt hann, hon, ið er tær betri enn sjey synir!? No'omi tók barnið og legði tað í fangið og varð fosturmóðir tess. Og grannkonurnar søgdu: ?No'omi hevur fingið son!? Og tær góvu honum navn og kallaðu hann Obed. Hann varð faðir Ísai, faðir Dávid. Hetta er ættarbók Perez: Perez fekk sonin Hezron; Hezron fekk sonin Ram; Ram fekk sonin Amminadab; Amminadab fekk sonin Nason; Nason fekk sonin Salmon; Salmon fekk sonin Boaz; Boaz fekk sonin Obed; Obed fekk sonin Ísai; Ísai fekk sonin Dávid. Sálmarnir I SÁLMUR Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita, men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt! Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við. So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum. Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra. Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi. SÁLMUR Hví froysa heidningarnir, hví hava fólkasløg fáfongt í huga? Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara: ?Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!? Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir! So talar Hann til teirra í vreiði Síni, loypir ræðslu á teir í bræði Síni: ?Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!? ?Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: ?Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag! Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga; við jarnstavi skalt Tú sora teir, smildra teir sum leirílat!?? Og nú, tit kongar, verið vísir, latið tykkum siga, tit dómarar á jørðini! Tænið HARRANUM við ótta, fegnist við bivan! Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann! SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann flýddi fyri Absalom, syni sínum. HARRI sum fíggindar mínir tó eru mangir! Mangir eru teir, ið reisa seg móti mær, mangir teir, ið siga um sál mína: ?Eingin frelsa er hjá Gudi fyri hann!? Sela. Men, HARRI, Tú ert mær skjøldur, Tú ert dýrd mín og tann, sum letur meg bera høvdið høgt. Eg rópi hart til HARRAN, og Hann svarar mær av heilaga fjalli Sínum. Sela. Eg legðist og sovnaði; eg vaknaði tí HARRIN heldur mær uppi. Eg óttist ikki tíggjutúsund av fólki, ið fylkja seg móti mær rundanum. Reis Teg, HARRI, frels meg, Gud mín! Tí Tú hevur sligið allar fíggindar mínar undir vangan, Tú hevur brotið tenn hinna gudleysu. Hjá HARRANUM er frelsan; yvir fólki Tínum veri signing Tín! Sela. SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Sálmur. Eftir Dávid. Svara mær, táið eg rópi, Tú Gud rættvísi mínar! Í trongd gjørdi Tú mær rúm ver mær náðigur og hoyr bøn mína! Tit menn! Hvussu leingi skal æra mín vera til spott? Hvussu leingi fara tit at elska fáfongd, søkja lygn? Sela. Tit skulu sanna, at HARRIN hevur valt Sær tann, ið gudræddur er táið eg ákalli HARRAN, hoyrir Hann meg! Harmist, og syndið ikki! Hugsið tykkum um á legu tykkara, og verið stillir! Sela. Ofrið rættvísioffur og lítið á HARRAN! Mong siga: ?Hvør letur okkum síggja tað, ið gott er!? Lyft Tú yvir okkum ljós andlits Tíns, HARRI! Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð í friði leggist eg og sovni við tað sama, tí Tú, HARRI, letur meg búgva trygt, fyri meg sjálvan! SÁLMUR Til songmeistaran. Til nehilot. Sálmur. Eftir Dávid. Vend oyranum til orð míni, HARRI, akta eftir suffi mínum, lýð á neyðarróp mítt, kongur mín og Gud mín, tí til Tín biði eg! HARRI, um morgunin hoyri Tú rødd mína, um morgunin leggi eg mál mítt fram fyri Teg og bíði! Tí ikki ert Tú tann Gud, sum líkar gudloysi; hin óndi sleppur ikki at búgva hjá Tær. Hugmóðig verða ikki standandi fyri eygum Tínum; Tú hatar øll tey, ið gera órætt. Tú letur tey, ið tala lygn, ganga til grundar; blóðdálkaður, falskur maður er HARRANUM andstygd. Men eg sleppi av stóru miskunn Tíni inn í hús Títt, eg sleppi í ótta fyri Tær at tilbiðja, vendur móti heilaga templi Tínum. HARRI, leið meg í rættvísi Tíni, fyri teirra skuld, sum eru eftir mær, ger veg Tín slættan fyri mær! Tí sannleiki er ikki í munni teirra, hjarta teirra er avgrund, barki teirra opin grøv; tungu sína gera teir hála. Døm teir sekar, Gud, lat teir falla fyri egnum svikaráðum, stoyt teimum oman fyri hinar mongu misgerðir teirra teir standa jú Tær ímóti! Men lat øll tey gleðast, sum søkja sær skjól hjá Tær, lat tey í allar ævir fegnast, tí Tú verjir tey, og lat tey, sum elska navn Títt, frøast í Tær! Tí Tú signar hin rættvísa, HARRI, Tú heldur náði Tína sum skjøld fyri hann! SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Eftir hinum áttanda. Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, straffa meg ikki í vreiði Tíni, revsa meg ikki, meðan Tú ert illur! Ver mær náðigur, HARRI, tí eg eri følnaður burtur, grøð meg, HARRI, tí liðir mínir skelva! Sára skelvur sál mín á HARRI, hvussu leingi enn? Kom aftur, HARRI, fría sál mína út, hjálp mær fyri náði Tínar skuld! Tí í deyðanum minnist eingin Teg; í deyðaríkinum hvør man takka Tær har! Eg eri so troyttur av at suffa, eg geri legu mína váta hvørja nátt, væti song mína í tárum! Eyga mítt tærist burt av sorg, tað eldist fyri alra teirra skuld, sum eru ímóti mær! Víkið frá mær, allir tit, ið gera órætt! HARRIN hevur hoyrt rødd gráts míns. HARRIN hevur hoyrt eyðmjúku ákallan mína, HARRIN tekur ímóti bøn míni! Til skammar skulu allir fíggindar mínir verða og stórliga skelva; teir skulu halda undan, snøggliga verða til skammar. SÁLMUR Songur. Eftir Dávid. Hann sang hann fyri HARRANUM av orðum Kuss Benjaminits. HARRI Gud mín, hjá Tær søki eg mær skjól, frels meg og bjarga mær frá øllum, ið liggja eftir mær, so at fíggindin ikki eins og leyva skræðir sál mína sundur, rívur hana burt, uttan at nakar bjargar! HARRI Gud mín, havi eg borið meg so at, er órættur í hondum mínum, havi eg lønt honum við illum, sum livdi í friði við meg, ella gjørt teimum skaða, sum uttan grund vóru óvinir mínir so elti fíggindin sál mína og fái hana aftur, traðki lív mítt til jarðar og leggi æru mína í dustið! Sela. HARRI! Reis Teg í vreiði Tíni, rís upp móti øði fígginda mína, vakna, mær til hjálpar Tú hevur jú givið boð um dóm! Lat fólkasløgini savnast rundan um Teg, og far Tú yvir teimum aftur upp á hæddina! HARRIN heldur dóm yvir fólkasløgum. Lat meg náa rætti mínum, HARRI, eftir rættvísi míni og sakloysi mínum, sum í mær er! Ger enda á óndskapi hinna gudleysu, og lat hin rættvísa standa fastan! Tú ert jú tann, ið rannsakar hjørtu og nýru, rættvísi Gud! Skjøldur mín er hjá Gudi, sum frelsir hini sannhjartaðu. Gud er rættvísur dómari og Gud, ið vreiðist hvønn dag. Vendir hann* ikki við, so hvessir Hann** svørð Sítt, spennir bogan og miðar, ger til reiðar móti honum drepandi vápn; pílar Sínar ger Hann brennandi. Hygg, nú føðir hann misgerð, hann gongur við vanlukku og føðir lygn! Grøv hevur hann grivið og gjørt hana djúpa; men hann fellur sjálvur í grøvina, sum hann hevur gjørt. Vanlukkan, sum hann hevði í huga, kemur yvir hansara egna høvd, og órætturin, sum hann ætlaði at volda, rámar hann sjálvan í hvirilin. Eg skal takka HARRANUM fyri rættferð Hansara, lovsyngja navni HARRANS, hins hægsta. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir gittit. Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin! Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama. Táið eg síggi himmal Tín verk fingra Tína mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt, hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí! Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað; Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur, smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini, fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins. HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir mutlabbén. Sálmur. Eftir Dávid. Eg skal takka HARRANUM av øllum hjarta mínum, kunngera øll undur Tíni, gleðast og frøast í Tær, lovsyngja navni Tínum, Tú hin hægsti tí fíggindar mínir víkja, falla og ganga til grundar fyri ásjón Tíni. Ja, Tú hjálpti mær til rætt og dóm, Tú setti Teg í hásætið sum rættvísur dómari! Tú straffaði heidningarnar, forkomst hinum gudleysu, navn teirra strikaði Tú út í allar ævir. Burtur er fíggindin, oyddur í allar ævir, býirnar hevur Tú brotið á grund eingin minnist teir longur! Og HARRIN situr í hásæti allar ævir, Hann reisti hásæti Sítt til dóms; Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti. HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum. Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI! Lovsyngið HARRANUM, sum býr á Zion, kunngerið millum fólkini tað, ið Hann hevur gjørt! Tí Hann, sum hevnir blóð, minnist hini ørmu, Hann gloymir ikki róp teirra. Ver mær náðigur, HARRI, hygg tað, ið eg má líða av teimum, ið hata meg, Tú, sum lyftir mær upp frá portrum deyðans, fyri at eg skal kunngera alt prís Títt í portrum dóttur Zions, rópa av gleði um frelsu Tína. Heidningarnir sukku í grøvina, teir gróvu, fótur teirra kom fastur í garnið, teir settu! HARRIN varð opinberur, Hann helt dóm; Hann letur hin gudleysa verða fastan í hansara egna handaverki. Higgajon. Sela. Í deyðaríkið fara hini gudleysu niður, allir heidningar, ið gloyma Gud. Tí ikki skal hin fátæki allar dagar verða gloymdur, ikki skal vón hinna eyðmjúku í allar ævir verða til einkis. Reis Teg, HARRI, lat ikki menniskju verða við yvirlutan, lat heidningarnar verða dømdar fyri ásjón Tíni! Slá teir við ræðslu, HARRI, lat heidningarnar sanna, at teir eru menniskju! Sela. SÁLMUR Hví stendur Tú so langt burtur, HARRI, hví fjalir Tú Teg á neyðartíðum? Av hugmóði hins gudleysa eru hini ørmu í angist, tey verða fangað í teimum óndu ráðum, hann upphugsar. Tí hin gudleysi reypar av tí, ið sál hansara hevur hug til; tann, ið elskar rán, sigur HARRANUM farvæl, háðar Hann. Hin gudleysi sigur í hugmóði sínum: ?Hann heimsøkir ikki!? ?Eingin Gud er!? so eru allar hugsanir hansara. Fyritøkur hansara eydnast altíð; langt burtur frá honum høgt uppi eru dómar Tínir; hann blæsur eftir øllum fíggindum sínum. Hann sigur í hjartanum: ?Eg skal ikki vikast; mann eftir mann skal eg onga neyð koma í!? Muður hansara er fullur av illbønum, sviki og yvirgangi; vanlukka og órættur er undir tungu hansara. Hann liggur og lúrir við bygdirnar; á loyniligum støðum drepur hann hin sakleysa; eygu hansara eru eftir hinum verjuleysa. Hann lúrir á loyniligum staði, sum leyvan, har hon krógvar seg; eftir at grípa hin arma lúrir hann; hann grípur hin arma, dregur hann inn í garn sítt. Hann kreppir seg, liggur og lúrir, og hini verjuleysu falla í kløur hansara. Hann sigur í hjartanum: ?Gud hevur gloymt tað; Hann fjalir ásjón Sína, Hann sær tað aldri!? Reis Teg, HARRI! Gud, lyft hondini, gloym ikki hini ørmu! Hví skal hin gudleysi vanvirða Gud og siga í hjartanum, at Tú heimsøkir ikki! Tú hevur jú sæð tað; tí Tú skoðar neyð og hjartasorg og tekur tað í hond Tína; Tær upp í hendur gevur hin verjuleysi mál sítt, Tú ert hinum faðirleysa ein hjálpari! Brót sundur arm hins gudleysa, hins ónda, heimsøk gudloysi hansara, so tað er ikki til longur! HARRIN er kongur í aldur og allar ævir; heidningarnir verða oyddir av landi Hansara. Tú hoyrir tað, sum hini eyðmjúku ynskja sær, HARRI, Tú styrkir hjarta teirra, vendir oyrað til fyri at døma í søk hins faðirleysa og kúgaða. Ikki skal menniskjað, sum er av mold, longur volda ræðslu. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Hjá HARRANUM søki eg mær skjól; hvussu kunnu tit tá siga við sál mína: ?Flýggja sum fuglur í fjøllini!? Tí hygg, hinir gudleysu spenna bogan, leggja pílin á strongin, fyri í myrkrinum at skjóta eftir teimum, sum hava sannleik í hjartanum. Táið sjálvur grundvøllurin verður upp skræddur, hvat fær tá hin rættvísi gjørt! HARRIN er í heilaga templi Sínum, hásæti HARRANS er í Himli; eygu Hansara skoða menniskjabørnini, Hann hyggur á tey og rannsakar tey. HARRIN roynir hin rættvísa; men hin gudleysa og tann, ið elskar órætt, hatar sál Hansara; Hann letur snerrur regna á hini gudleysu; eldur, svávul og gløðandi vindur verður teimum máldur í steypið. Tí HARRIN er rættvísur, elskar rættvísi; hin sannhjartaði skal skoða ásjón Hansara. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir hinum áttanda. Sálmur. Eftir Dávid. Frels, HARRI! Tí tey, ið óttast Gud, eru burtur, hini trúføstu millum menniskjabørnini eru horvin! Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey. HARRIN oyði allar falskar varrar, tunguna, ið talar stór orð, tey, sum siga: ?Tunga okkara ger okkum sterk, varrar okkara eru við okkum hvør er harri okkara!? ?Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!? sigur HARRIN; ?Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!? Orð HARRANS eru rein orð, lík hinum reina, sjey ferðir reinsaða silvuri. Tú, HARRI, skalt varða tey, Tú skalt goyma hesi ætt tey í allar ævir. Hini gudleysu sveima rundanum, táið skarn verður sett høgt millum menniskjabørnini. SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Hvussu leingi fert Tú at gloyma meg, HARRI? Í allar ævir? Hvussu leingi fert Tú at fjala andlitið fyri mær? Hvussu leingi skal eg hýsa stúran í sálini, angist í hjartanum dag eftir dag? Hvussu leingi skal fíggindin gera seg stóran yvir meg? Hygg niður, svara mær, HARRI Gud mín, lýs upp eygu míni, so eg sovni ikki í deyðanum, so fíggindi mín skal ikki siga: ?Eg vann hann!? so óvinir mínir skulu ikki rópa av gleði, táið eg riði! Men eg líti á náði Tína; hjarta mítt skal gleðast í frelsu Tíni, eg skal lovsyngja HARRANUM fyri, at Hann var mær góður! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: ?Eingin Gud er!? Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott. HARRIN skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, sum søkir Gud. Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein! Hava teir tá einki vit, allir hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ikki ákalla HARRAN? Tá grípur ræðsla teir; tí Gud er við hini rættvísu ætt. Gerið bert hin arma til skammar við ráðum hansara! Gud er skjól hansara! Á, hevði frelsa Ísraels komið av Zion! Táið HARRIN vendir lagnu fólks Síns, skal Jákup fegnast, Ísrael gleðast! SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hvør skal vera gestur í tjaldi Tínum, hvør skal búgva á heilaga fjalli Tínum? Tann, ið livir ólastandi, ger tað, ið rætt er, og talar sannleik í hjartanum, ikki baktalar við tunguni, ikki voldir næsta sínum ilt, ikki dregur skomm oman yvir tann, ið stendur honum nær, roknar hin vrakaða fyri einki, men heiðrar tey, sum óttast HARRAN, ei brýtur eiðin, ið hann svór sær sjálvum til skaða, ikki lænir pening sín út fyri okur og ikki tekur mutur móti hinum sakleysa. Tann, ið hetta ger, skal ikki vikast í allar ævir! SÁLMUR Songur. Eftir Dávid. Varðveit meg, Gud, tí eg søki mær skjól hjá Tær! Eg sigi við HARRAN: ?Tú ert Harri mín, eg havi einki gott uttan Teg. Hini heiløgu, sum í landinum eru, tey eru hini dýru, sum eg havi alla gleði mína í.? Mangar sorgir ráma tey, ið velja sær aðrar*; eg ofri ikki drykkjuoffur teirra av blóði og taki ikki nøvn teirra á varrarnar. HARRIN er parturin, ið mær lutaðist, Hann er bikar mítt; Tú heldur luti mínum uppi. Mær lutaðist lívsælur partur, ja, arvur, sum líkar mær væl! Eg skal lova HARRANUM, sum var ráðgevari mín líka um náttina minna nýru míni meg um tað! Eg havi altíð HARRAN fyri eyga; Hann er við høgru lið Mína, Eg vikist ikki! Tí gleðist hjarta Mítt, æra Mín rópar av frøi; um tað so er hold Mítt, skal tað búgva trygt. Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot. Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir. SÁLMUR Bøn. Eftir Dávid. HARRI, hoyr rættvíst málevni, lurta eftir sorgarrópi mínum, læn bøn míni oyra hon kemur ikki av følskum vørrum! Lat rætt mín koma frá ásjón Tíni, lat eygu Tíni skoða tað, ið rætt er! Tú hevur roynt hjarta mítt, vitjað tað um náttina, Tú hevur rannsakað meg Tú fanst einki; muður mín víkur ikki frá tonkum mínum! Hvat so menniskjuni gera, havi eg, eftir orði varra Tína, varðað meg fyri leið yvirgangsmansins. Stig míni hildu fast við fótaspor Tíni, føtur mínir óku ikki. So rópi eg nú til Tín, tí Tú, Gud, skalt svara mær! Boygg oyrað til mín, hoyr orð míni! Vís undurfullu náði Tína, Tú, sum við høgru hond Tíni frelsir tey, ið søkja sær skjól hjá Tær, frá fíggindum teirra! Varðveit meg sum eygnastein Tín, fjal meg í veingjaskugga Tínum fyri hinum gudleysu, ið ætla at oyða meg, glúpsku fíggindum mínum, ið kringseta meg! Teir steingja hjarta sítt við fiti, við munninum tala teir stór orð. Nú eru teir rundan um meg, hvar vit so fara; teir miða eftir mær fyri at fella meg til jarðar; ja, hesin er líkur leyvu, ið stundar eftir at skræða sundur, ungari leyvu, ið liggur og lúrir! Reis Teg, HARRI, far ímóti honum, slá hann til jarðar, bjarga við svørði Tínum sál míni frá hinum gudleysa, frá menniskjunum, HARRI, við hond Tíni, frá menniskjum heimsins, sum hava lut sín í lívinum, og hvørja búk Tú fyllir við skattum Tínum, sum hava nógvar synir og lata yvirflóð sína eftir til børnini! Men eg skal í rættvísi skoða ásjón Tína; eg skal, táið eg vakni, mettast av at síggja Teg! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir tænara HARRANS Dávid. Hann sang HARRANUM henda song, tann dag HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls. Hann sang: HARRI, eg havi Teg hjartaliga kæran, styrki mín! HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín! Eg ákalli HARRAN, hin hálovaða, og verði frelstur frá fíggindum mínum! Tog deyðans vóru um meg, streymar oyðingarinnar ræddu meg. Tog deyðaríkisins vóru rubbað um meg, í snerrum deyðans varð eg fastur. Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt náddi til Hansara, kom fyri oyru Hansara. Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir fjallanna ristust, teir skakaðust tí vreiði Hansara tendraðist. Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum. Hann lækkaði Himmalin og kom niður, myrkur var undir fótum Hansara; borin av kerúbum fleyg Hann, streyk fram á veingjum vindsins; myrkur setti Hann rundan um Seg sum bústað, myrk vøtn, tjúkk skýggj. Úr ljómanum fyri andliti Hansara fóru skýggj Hansara fram, heglingur og eldsgløður. HARRIN tornaði av himli, hin Hægsti læt rødd Sína ljóða hegling og eldsgløður. Hann skeyt pílar Sínar og spjaddi teir,* snarljós í mongd og loypti ræðslu á teir. Tá kom botnur vatnanna undan, grundvøllir jarðarinnar lógu berir fyri hóttan Tíni, HARRI, fyri vreiðiblástri Tínum. Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum, bjargaði mær undan sterka fígginda mínum og undan teimum, ið hataðu meg teir vóru mær ov sterkir. Teir lupu á meg vanlukkudag mín, men HARRIN styðjaði meg. Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín. HARRIN gjørdi við meg eftir rættvísi míni, Hann lønti mær, aftur fyri at hendur mínar vóru reinar. Tí eg helt meg til vegir HARRANS og fall ikki í óndskapi frá Gudi mínum; øll boð Hansara hevði eg fyri eyga, lóg Hansara læt eg ikki víkja frá mær; ólastandi var eg fyri Honum og varðaði meg væl fyri synd míni. Og HARRIN lønti mær eftir rættvísi míni, Hann hevði fyri eyga, at hendur mínar vóru reinar. Tú vísir Teg góðan móti hinum góða, rættsintan móti hinum rættsinta, Tú vísir Teg reinan móti hinum reina og rangvørgan móti hinum rangvørga. Tú veitir hinum ørmu frelsu, men eyðmýkir hini stoltu eygu. Ja, lampu mína letur Tú lýsa; HARRIN Gud mín ger myrkur mítt ljóst! Tí við Tær haldi eg á fíggindaskarar, við Gudi mínum leypi eg um múrar. Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum. Ja, hvør er Gud uttan HARRIN, hvør er klettur uttan Gud okkara, tann Gud, sum gyrðir meg við styrki og javnar mær vegin, gevur mær føtur sum hindanna og letur meg standa á hæddum mínum, venur hendur mínar til hernað, so armar mínir spenna koparbogan! Tú gevur mær frelsu Tína til skjøld, høgra hond Tín styðjar meg, lítillæti Títt ger meg stóran. Tú gert tað rúmt hjá mær at stíga, øklar mínir riða ikki. Eg elti fíggindar mínar og fái teir aftur, vendi ikki við aftur, fyrrenn eg havi gjørt enda á teimum. Eg slái teir niður, so teir eru ikki mentir at reisa seg, men liggja falnir undir fótum mínum. Tú gyrðir meg við styrki til bardaga, boyggir mótstøðumenn mínar undir meg. Tú letur fíggindar mínar flýggja fyri mær; eg týni teir, ið hata meg. Teir rópa, men eingin hjálpir til HARRAN, men Hann svarar teimum ikki. Eg mylji teir sundur í dust fyri vindinum, sópi teir burt sum skarn á vegnum. Tú frelsir meg frá fólkaófriði, setur meg til høvd heidninganna; fólkasløg, sum eg kenni ikki, tæna mær. Bert tey frætta um meg, verða tey mær lýðin, fremmand krúpa fyri mær; fremmand følna burtur og fara skelvandi út úr borgum sínum. HARRIN livir, hálovaður er klettur mín, høgt situr Frelsugud mín, tann Gud, sum gevur mær hevnd og leggur fólkasløg undir meg, frelsir meg frá fíggindum mínum! Ja, Tú lyftir meg høgt yvir teir, sum standa mær ímóti, bjargar mær undan yvirgangskroppum! Tí prísi eg Tær millum fólkasløg, HARRI, og lovsyngi navni Tínum, Tú, sum gevur kongi Tínum stóran sigur og vísir hinum salvaða Tínum náði, Dávidi og ætt hansara, í allar ævir! SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis. Á himli reisti Hann sólini tjald. Og hon er sum brúðgómur, ið kemur út úr brúðarkamari sínum; sum kappi gleðir hon seg til at renna skeið sítt. Við enda himmalsins er tað, hon kemur undan, og umferð hennara er til hin enda hansara; einki er fjalt fyri hita hennara. Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan; fyriskipanir HARRANS eru rættar, tær gleða hjartað; boð HARRANS er reint, tað lýsir upp eyguni; ótti HARRANS er skírur, hann stendur fastur allar ævir; lógboð HARRANS eru sannleiki, tey eru rættvís øll somul. Tey eru dýrabarari enn gull, ja, enn mongd av fínum gulli, og søtari enn hunangur, ja, enn reinasti hunangur. Eisini tænari Tín verður ámintur við teimum; tann, ið heldur tey, hevur stóra løn. Hvør er varur við, hvussu mangan hann villist! Fyrigev mær loyniligu syndir mínar! Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum. Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, HARRI, klettur mín og endurloysari mín! SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN bønhoyri teg neyðardagin, navn Jákups Guds bjargi tær! Hann sendi tær hjálp úr halgidóminum, av Zion styðji Hann teg! Hann minnist øll matoffur tíni og taki brennioffur títt fyri gott! Sela. Hann gevi tær tað, ið hjarta títt tráar eftir, og lati øll ráð tíni fáa framgongd so vit kunnu rópa av gleði um frelsu Tína, í navni Guds okkara lyfta sigursmerkið HARRIN uppfylli allar bønir tínar! Nú veit eg, at HARRIN frelsir salvaða Sín; úr heilaga Himli Sínum svarar Hann honum við frelsandi stórverkum høgru handar Sínar. Summir líta á hestar, summir á vagnar, men vit sigra við navni HARRANS Guds okkara. Teir hokna og falla, men vit reisast og koma aftur á føtur. Gev sigur, HARRI! Ja, kongurin svari okkum, tann dag vit rópa! SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, kongurin gleðist um veldi Títt hvussu stórliga frøist hann ikki um frelsu Tína! Tað, ið hjarta hansara ynskti sær, gavst Tú honum; tað, ið varrar hansara bóðu um, sýtti Tú honum ikki. Sela. Við signing og lukku komst Tú ímóti honum, setti krúnu av gulli á høvd hansara. Hann bað Teg um lív; Tú gavst honum tað, langt lív, í aldur og allar ævir. Mikil er heiður hansara við frelsu Tíni; stórleika og dýrd leggur Tú á hann. Ja, Tú letur hann verða til signing í allar ævir, Tú frøir hann við gleði fyri ásjón Tíni. Tí kongurin lítur á HARRAN, og við náði hins Hægsta skal hann ikki vikast. Hond Tín skal finna allar fíggindar Tínar, høgra hond Tín skal ráma allar teir, ið hata Teg. Tú skalt gera teir sum gløðandi ovn, táið Tú vísir ásjón Tína, HARRIN skal gloypa teimum í vreiði Síni, eldur skal oyða teir! Tú skalt týna ávøkst teirra av jørðini, avkom teirra millum menniskjabørnini. Tí Tær royna teir at volda ilt, teir hava upphugsað ónd ráð men teir skulu einki vera mentir! Nei, Tú gert, at teir flýggja; við boga Tínum miðar Tú á andlit teirra. Reis Teg, HARRI, í veldi Tínum! Vit skulu syngja um stórverk Títt og prísa tí! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir hind morgunroðans. Sálmur. Eftir Dávid. Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín, tóat Eg rópi um hjálp. Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við og finni onga hvíld. Og tó ert Tú hin Heilagi, sum situr uppi yvir lovsongum Ísraels. Á Teg litu fedrar okkara; teir litu á Teg, og Tú bjargaði teimum. Til Tín róptu teir, og fingu hjálp, á Teg litu teir, og vórðu ikki til skammar. Men Eg eri maðkur og ikki maður, menniskjum til spott og vanvirdur av fólki; øll, ið síggja Meg, háða Meg, gálva, rista við høvdinum og siga: ?Kasta tað á HARRAN! Hann frelsi Hann, Hann bjargi Honum, táið Hann hevur slíkan tokka til Hansara!? Ja, Tú ert tann, sum dró Meg út úr móðurlívi, sum lætst Meg hvíla trygt við móðurbróst. Á Teg eri Eg kastaður úr móðurfangi; úr móðurlívi ert Tú Gud Mín. Ver ikki langt frá Mær, tí neyðin er nær, og eingin er, sum hjálpir! Sterkir tarvar standa rundan um Meg, hinir veldigu Basans kringseta Meg. Teir gapa móti Mær sum brølandi leyva, ið skræðir sundur. Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum. Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut. Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar! Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi! Frels Meg úr leyvugapinum ja, Tú bønhoyrir Meg og bjargar Mær undan hornum villtarvsins! Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt, mitt í samkomuni skal Eg lova Tær. Tit, ið óttast HARRAN, lovið Honum! Ær Hann, øll ætt Jákups, hav ótta fyri Honum, øll ætt Ísraels! Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara. Frá Tær kemur lovsongur Mín í stórari samkomu; lyfti Míni skal Eg halda, fyri eygum teirra, ið óttast Hann. Hini eyðmjúku skulu eta og verða mett; tey, ið søkja HARRAN, skulu lova Honum, ja, hjarta tykkara skal liva í allar ævir. Allir endar jarðarinnar skulu minnast tað og venda við til HARRAN, allar ættir fólkanna skulu tilbiðja fyri ásjón Tíni. Tí ríkið hoyrir HARRANUM til, Hann ræður yvir fólkunum. Ja, allir stórmenn jarðarinnar skulu eta og tilbiðja; fyri ásjón Hansara skulu tey boyggja knæ, øll, sum fara niður í dustið, og tann, ið ikki kann halda sál síni á lívi. Honum skulu eftirkomararnir tæna; frá HARRANUM skal verða sagt ættarliðinum, ið kemur. Tey skulu stíga fram og kunngera rættvísi Hansara fyri fólkinum, ið føtt verður hvat Hann gjørdi! SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki. Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum; Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum fyri navns Síns skuld. Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg. Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum. Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir. SÁLMUR Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva. Tí Hann hevur grundað hana á høvini og grundfest hana á streymandi vatn. Hvør skal fara niðan á fjall HARRANS, hvør skal standa á heilaga staði Hansara? Tann, ið hevur ódálkaðar hendur og reint hjarta, sum ikki vendir sál síni til lygn og ikki ger falskan eið. Hann skal njóta signing frá HARRANUM og rættvísi frá Gudi frelsu sínar. Hetta er ætt teirra, sum spyrja eftir Honum, tey, ið søkja ásjón Tína, Gud Jákups! Sela. Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn! Hvør er hesin kongur dýrdarinnar? HARRIN, sterkur og veldigur, HARRIN, veldigur í stríði! Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn! Hvør er Hann, hesin kongur dýrdarinnar? HARRIN Gud herskaranna, Hann er kongur dýrdarinnar! Sela. SÁLMUR Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína! Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær! Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys. Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar, leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin. HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum! Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI! Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin. Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín. Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara. Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt tí tað er stórt! Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja. Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn. Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur. Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni. Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur! Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra leið meg út úr neyðini! Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar! Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri! Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar eg søki mær skjól hjá Tær! Lat sakloysi og sannleika hjartans varða meg, tí eg bíði eftir Tær! Gud, loys Ísrael úr allari neyðini! SÁLMUR Eftir Dávid. Fá mær rætt, HARRI, tí eg livi ólastandi, og á HARRAN líti eg uttan at vikast! Rannsaka meg, HARRI, og kanna meg, granska nýru míni og hjarta mítt! Tí náði Tín er mær fyri eyga, og eg livi í sannleika Tínum. Eg siti ikki hjá lygnarum og komi ikki saman við følskum menniskjum. Eg hati samkomu hinna óndu og siti ikki hjá gudleysum. Í sakloysi vaski eg mær um hendurnar og vil fegin vera rundan um altar Títt, HARRI, til at lata hoyrast takkarsong, siga frá øllum undrum Tínum. HARRI, eg elski hús Títt, staðið, har sum dýrd Tín býr! Rykk ikki sál mína burt við syndarum, lív mítt við blóðdálkaðum monnum, sum hava skemdarverk í hondunum og høgru hond fulla av mutri! Eg livi jú í sakloysi loys meg út og ver mær náðigur! Fótur mín stendur á slættari grund; í samkomunum skal eg lova HARRANUM. SÁLMUR Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt hvønn skal eg ræðast! Táið illgerðarmenn koma ímóti mær og ætla at gloypa mær, snáva og falla teir sjálvir, mótstøðumenn og fíggindar mínir. Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur. Um eitt havi eg biðið HARRAN, tí trái eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi HARRANS allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur HARRIN er, og grunda í templi Hansara. Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg. Og nú skal høvur mítt lyfta seg upp yvir fíggindar mínar rundan um meg, eg skal við fagnaði bera fram offur í tjaldi Hansara; við songi og spæli skal eg prísa HARRANUM. Hoyr, HARRI, eg rópi hart, ver mær náðigur og svara mær! Hjarta mítt minnir Teg á orð Títt: ?Søkið ásjón Mína!? HARRI, eg søki ásjón Tína! Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, vís ikki í vreiði tænara Tínum burtur! Tú ert hjálp mín; koyr meg ikki burtur og far ikki frá mær, Gud frelsu mínar! Tí faðir og móðir fóru frá mær men HARRIN tekur meg til Sín. Lær meg veg Tín, HARRI, leið meg eftir hini sløttu gøtu, fyri teirra skuld, ið lúra eftir mær! Gev meg ikki glúpskum óvinum í hendur! Tí følsk vitni reisa seg móti mær, og menn, ið froysa av yvirgangi. Á, hevði eg ikki trúð, at eg skal síggja góðsku HARRANS í landi teirra, sum liva! Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM! SÁLMUR Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, rópi eg! Klettur mín, ver ikki tigandi móti mær, tí annars um Tú tigur verði eg líkur teimum, sum fara niður í grøvina! Hoyr bønandi rødd mína, táið eg rópi til Tín, táið eg lyfti upp hendurnar móti heilaga templi Tínum! Rív meg ikki burt við gudleysum og við teimum, ið gera órætt, sum tala frið við næsta sín, men hava ilt í huga! Løn teimum eftir verkum teirra og eftir ónda atburði teirra, løn teimum eftir handaverki teirra, lat teir fáa aftur, sum teir hava uppiborið! Tí teir akta ikki eftir tí, ið HARRIN ger, ella eftir handaverki Hansara Hann skal bróta teir niður og ikki byggja teir upp! Lovaður veri HARRIN, tí Hann hevur hoyrt bønandi rødd mína! Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum. HARRIN er styrki fólks Síns; Hann er hinum salvaða Sínum frelsuvernd. Frels fólk Títt og signa arv Tín, røkta tey og ber tey til ævigar tíðir! SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. Gevið HARRANUM, tit synir Guds, gevið HARRANUM dýrd og mátt, gevið HARRANUM dýrd navns Hansara, tilbiðið HARRAN í heiløgum prýði! Rødd HARRANS er yvir vøtnunum, Gud dýrdarinnar tornar, HARRIN yvir hinum stóru vøtnum. Rødd HARRANS ljóðar við kraft, rødd HARRANS ljóðar við hátign. Rødd HARRANS brýtur sedristrø, HARRIN brýtur sundur sedristrø Libanons, og Hann fær tey at hoppa eins og kálv, Libanon og Sirjon eins og ungan villtarv. Rødd HARRANS klývur eldslogar. Rødd HARRANS fær oyðimørkina at skelva, rødd HARRANS fær Kadesoyðimørk at skelva. Rødd HARRANS fær hindir at kálva og ger bart í skógunum; alt í halgidómi Hansara rópar: ?Dýrd!? HARRIN sat uppi yvir vatnsflóðini, og HARRIN situr sum kongur í allar ævir. HARRIN skal geva fólki Sínum styrki, HARRIN skal signa fólk Sítt við friði. SÁLMUR Sálmur. Songur. Táið húsið varð vígt. Eftir Dávid. HARRI, eg geri Teg stóran, tí Tú bjargaði mær, lætst ei fíggindar mínar gleðast uppi yvir mær! HARRI Gud mín, eg rópti til Tín, og Tú grøddi meg! HARRI, Tú hevur drigið sál mína upp úr deyðaríkinum, Tú hevur vakt meg upp til lív, frá teimum, sum fara niður í grøvina! Lovsyngið HARRANUM, tit heiløgu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara! Tí løtu varir vreiði Hansara, men alt lívið náði Hansara; um kvøldið kemur grátur at gista, men um morgunin er gleðisongur. Men eg segði, táið mær gekst væl: ?Eg vikist ikki allar ævir!? HARRI, í náði hevði Tú grundfest fjall mítt Tú fjaldi ásjón Tína, tá fall ræðsla á meg! Til Tín, HARRI, rópti eg, og eyðmjúkt bað eg til HARRAN: ?Hvønn vinning hevur Tú av blóði mínum, av, at eg søkki í grøvina! Man dustið fara at prísa Tær, fer tað at kunngera trúfesti Tína! HARRI, hoyr og ver mær náðigur, HARRI, ver hjálpari mín!? Og Tú umskifti sorg mína í dans, lætst meg úr syrgibúnanum og gyrdi meg við gleði, fyri at æra mín skal lovsyngja Tær og ikki tagna. HARRI Gud mín, eg skal takka Tær í allar ævir! SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hjá Tær søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar, frels meg við rættferð Tíni! Boygg oyra Títt til mín, ver skjótur at bjarga mær, ver mær fastur klettur, borg, mær til frelsu! Tí Tú ert klettur mín og borg mín, og fyri navns Tíns skuld skalt Tú leiða og føra meg. Tú skalt draga meg úr garninum, ið teir hava sett fyri meg, tí Tú ert verja mín. Í hond Tína gevi eg anda mín; Tú loysir meg út, HARRI, Tú trúfasti Gud! Eg hati tey, ið halda seg til tómar avgudar, men eg, eg líti á HARRAN. Eg skal frøast og vera glaður um náði Tína, at Tú hevur sæð trongd mína, at Tú hevur tikið Tær av sál míni í neyðini; Tú gavst meg ikki í fíggindahendur, Tú setti føtur mínar á rúmt stað. Ver mær náðigur, HARRI, tí eg eri í neyð, eyga mítt tærist burtur av sorg, ja, bæði sál mín og likam mítt! Tí lív mítt fer avstað í sorg, og ár míni í suffum; misgerð mín hevur volt, at kraft mín er farin, og bein míni eru tærd burtur. Eg eri vorðin øllum fíggindum mínum til háð, ja, øllum grannum mínum til størsta spott; tey, ið kenna meg, ræðast meg; tey, ið síggja meg á vegnum, flýggja undan mær. Eg eri gloymdur og farin teimum úr huga sum deyður; eg eri vorðin sum sundurbrotið ílat. Tí mong hoyri eg baktala meg, ræðsla er frá øllum síðum, táið teir leggja upp ráð móti mær, lúra eftir at taka lív mítt. Men eg, eg líti á Teg, HARRI, eg sigi: Tú ert Gud mín! Í hond Tíni eru tíðir mínar; bjarga mær av fíggindahondum, frá teimum, ið liggja eftir mær, lat andlit Títt lýsa yvir tænara Tín, frels meg við náði Tíni! Lat meg ikki verða til skammar, HARRI, tí eg rópi til Tín lat hini gudleysu verða til skammar, søkka tigandi í deyðan, lat hinar følsku varrar verða málleysar, tær, ið frekt tala móti hinum rættvísa, við hugmóði og vanvirðing! Hvussu stór er ikki góðska Tín, sum Tú goymir teimum, ið Teg óttast, sum Tú, fyri eygum menniskjabarnanna, vísir teimum, ið søkja sær skjól hjá Tær! Tú fjalir tey í skjóli andlits Tíns fyri svikaráðum manna, Tú goymir tey í tjaldi Tínum móti tunguálopum. Lovaður veri HARRIN, tí undurfult hevur Hann víst mær náði Sína í fastari borg! Og eg, sum í angist míni segði: ?Eg eri rivin burt frá eygum Tínum!? Tó hoyrdi Tú bønandi rødd mína, táið eg rópti til Tín. Elskið HARRAN, øll tit heiløgu Hansara! HARRIN heldur hondina yvir hinum trúføstu, men teimum, sum halda fram í hugmóði, lønir Hann mangar ferðir. Verið hugreyst, hjarta tykkara veri sterkt, øll tit, ið bíða eftir HARRANUM! SÁLMUR Eftir Dávid. Songur. Sælur er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda, sælur er tann maður, ið HARRIN ikki tilroknar misgerð, og sum ikki hevur svik í anda sínum! So leingi sum eg tagdi, tærdust bein míni burtur, og eg gav meg líðilangan dagin; tí dag og nátt lá hond Tín tung á mær, og lívsmáttur mín svann burt sum í summarturki. Sela. Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: ?Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM!? Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. Sela. Tí skal hvør heilagur biðja til Tín, ta stund Tú ert at finna vissuliga, um tá stórar vatnsflóðir koma, honum skulu tær ikki náa! Tú ert skjól mítt, Tú fríar meg úr trongd, frelsufagnað letur Tú vera rundan um meg. Sela. ?Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.? Verið ikki sum hestur og múldýr, ið einki vit hava! Prýði teirra er teymar og boksl at tvinga tey við; annars koma tey tær ikki nær. Hin gudleysi hevur mangar plágur; men tann, ið lítur á HARRAN, letur Hann náði Sína vera rundan um. Gleðist í HARRANUM og frøist, tit rættvísu, fegnist, øll tit sannhjartaðu! SÁLMUR Fegnist í HARRANUM, tit rættvísu! Sannhjartaðum sømir lovsongur. Prísið HARRANUM við streingjaleiki, takkið Honum á tíggjustreingjahørpu, syngið Honum nýggjan song, sláið streingirnar vakurt við fagnaðarrópi! Tí orð HARRANS er satt, og øll verk Hansara eru gjørd í trúfesti. Hann elskar rættferð og rætt, jørðin er full av náði HARRANS. Við orði HARRANS er himmalin skaptur, allur herur hansara við andanum úr munni Hansara. Hann savnar vøtn havsins sum dunga, leggur hini djúpu vøtn í goymslur. Øll jørðin óttist HARRAN, fyri Honum bivi tey, øll, sum á jarðarríki búgva! Tí Hann talaði og tað varð, Hann beyð og har stóð tað! HARRIN ger ráð heidninganna til einkis, Hann ger fólkasløg til skammar í tí, sum tey hava upphugsað. Ráð HARRANS stendur fast í allar ævir, hugsanir hjarta Hansara mann eftir mann. Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv. Úr Himli skoðar HARRIN niður, Hann sær øll menniskjabørnini; haðani sum Hann býr, hevur Hann eyguni eftir øllum, ið á jørðini búgva, Hann, sum hevur skapt hjørtu teirra alra, sum gjølla skilir øll verk teirra. Ei sigrar kongur við stóra heri sínum, ei verður kappi bjargaður við miklu kraft síni; svikaligur er hestur til at sigra við; hann frelsir ikki við allari stóru styrki síni. Nei, eyga HARRANS er vent til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara; Hann skal bjarga sál teirra frá deyða og halda lív í teimum, táið hungur er. Eftir HARRANUM bíðar sál okkara, Hann er hjálp og skjøldur okkara. Í Honum gleðist hjarta okkara, tí vit líta á heilaga navn Hansara. Lat náði Tína vera yvir okkum, HARRI, sum vit vóna á Teg! SÁLMUR Eftir Dávid. Táið hann lætst óður fyri Abimelek, so hann rak hann frá sær, og hann fór avstað. Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni. Sál mín skal rósa sær av HARRANUM; hini eyðmjúku skulu hoyra tað og gleðast. Gerið HARRAN stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt! Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist. Tey hugdu upp til Hansara og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaðu aldri av skomm. Her er ein armur, ið rópti; og HARRIN hoyrdi og frelsti hann úr allari neyð hansara. Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út. Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum. Óttist HARRAN, tit heiløgu Hansara, tí einki fattast teimum, ið óttast Hann! Ungar leyvur líða neyð og svølta, men teimum, ið søkja HARRAN, fattast einki gott. Komið higar, børn, lurtið eftir mær, eg skal læra tykkum ótta HARRANS! Hvør er tann maður, ið tráar eftir lívi, sum ynskir sær dagar at síggja lukku? Halt tungu tína frá illum og varrar tínar frá at tala svik, halt teg frá illum og ger gott, søk frið og stevn eftir honum! Eygu HARRANS eru vend til hini rættvísu, og oyru Hansara til róp teirra. Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini. Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra. HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda. Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum; Hann varðveitir øll bein hansara, ikki eitt verður brotið. Vanlukka drepur hin gudleysa, og tey, sum hata hin rættvísa, skulu verða dømd sek. Men sál tænara Sína loysir HARRIN út, og eingin, ið lítur á Hann, verður dømdur sekur. SÁLMUR Eftir Dávid. HARRI, træt við teir, ið træta við meg, barst við teir, ið berjast við meg! Tak skjøld og verju og reis Teg at hjálpa mær! Tak til spjót og øks, og forða teimum, ið halda eftir mær! Sig við sál mína: ?Eg eri frelsa tín!? Ger teir snópnar og til skammar, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir við skomm halda undan, teir, ið ætla mær ilt, lat teir verða sum dumbu fyri vindinum, og eingil HARRANS reki teir burt, lat veg teirra verða myrkan og hálan, og eingil HARRANS elti teir! Tí uttan grund hava teir loyniliga lagt net sítt fyri meg, uttan grund hava teir grivið sál míni grøv. Lat undirgang óvart koma á hann, lat hann sjálvan koma fastan í netið, sum hann legði, lat hann sjálvan falla í grøvina! Tá skal sál mín gleðast í HARRANUM, frøast í frelsu Hansara; øll bein míni skulu siga: ?HARRI, hvør er sum Tú, Tú, sum frelsir hin arma frá honum, ið er honum ov sterkur, hin arma og fátæka frá ránsmanninum!? Órættvís vitni stíga fram, tey spyrja meg um tað, sum eg ikki veit; tey løna mær ilt fyri gott; sál mín er vinaleys. Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi! Sum tað hevði verið vinur mín, bróðir mín, so gekk eg; eg gekk, sum eg hevði syrgt móður mína, tyngdur av sorg. Men nú ið eg eri um at falla, nú gleðast tey, flokka seg saman; ja, útskot, ið eru mær ókunnig, flokkast um meg og háða meg uttan íhald! Hesi skammleysu, ið spotta fyri breyðbita, bíta á kampi móti mær. Harri, hvussu leingi ætlar Tú at hyggja at? Bjarga sál míni undan herverki teirra, míni einastu frá hinum ungu leyvum! Tá skal eg takka Tær í stórari samkomu, lova Tær í miklari mannfjøld. Lat ikki teir sleppa at gleðast yvir mær, sum uttan grund eru fíggindar mínir, lat ikki teir sleppa at blunka við eyganum, sum hata meg uttan grund! Tí tað er ikki frið, teir tala, nei, svik upphugsa teir móti hinum stillu í landinum; teir lata munnin vítt upp móti mær, teir siga: ?Há há! Nú fingu vit at síggja!? Tú sært tað, HARRI tig ikki! Harri, ver ikki langt burtur frá mær! Reis Teg, vakna upp at fáa mær rætt, at flyta mál mítt, Gud og Harri mín! Fá mær rætt eftir rættvísi Tíni, HARRI Gud mín, og lat teir ikki gleðast yvir mær! Lat teir ikki siga í hjartanum: ?Tað var rætt! Sum vit vildu!? Lat teir ikki siga: ?Vit gloyptu honum!? Lat teir standa við skomm og kinnroða, allar, ið gleðast um vanlukku mína, lat teir verða klæddar í spott og spæ, sum gera seg stórar yvir mær! Men teir, ið unna mær rætt mín, lat teir rópa av gleði og frøast, lat teir altíð fáa sagt: ?Lovaður veri HARRIN, sum unnir tænara Sínum frið!? Tá skal tunga mín syngja um rættferð Tína, prís Títt líðilangan dagin! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir tænara HARRANS Dávid. Í hjartanum hugsi eg um tað, sum syndin sigur við hin gudleysa gudsótti er ikki fyri eygum hansara. Hann setur æru í, at synd hansara verður funnin, og at hann verður hataður fyri hana. Orðini av munni hansara eru órættur og svik; hann er hildin uppat at gera tað, ið víst og gott er; á legu síni upphugsar hann órætt, hann fer leið, sum ikki er góð, hitt illa skýggjar hann ikki. HARRI, náði Tín røkkur til himmals, trúfesti Tín til skýggini; rættferð Tín er sum fjøll Guds, dómar Tínir eru sum hitt stóra djúp, menniskju og dýr frelsir Tú, HARRI! Hvussu dýrmæt er ikki náði Tín, Gud! Menniskjabørnini søkja sær skjól í veingjaskugga Tínum; tey verða til fulnar mettað av fiti húss Tíns; av gleðistreymum Tínum gevur Tú teimum at drekka. Tí hjá Tær er kelda lívsins, og í ljósi Tínum síggja vit ljós. Lat náði Tína verða verandi yvir teimum, ið kenna Teg, rættferð Tína yvir hinum sannhjartaðu! Lat ikki fót hins hugmóðiga koma á meg, lat ikki hond hinna gudleysu reka meg burt! Har falla tey, ið gera órætt; tey verða sligin niður og fáa ikki reist seg aftur. SÁLMUR Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt! Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey. Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi! Og gleð teg í HARRANUM so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir! Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað! Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið. Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð! Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður av tí stendst einki uttan ilt! Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið. Um lítla stund so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur. Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði. Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum. Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur. Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast; men svørðið kemur í teirra egna hjarta, og bogar teirra verða brotnir sundur. Betri er tað sindrið, ið hin rættvísi hevur, enn ríkidømið hjá nógvum gudleysum; tí armar hinna gudleysu verða brotnir, men HARRIN styðjar hini rættvísu. HARRIN kennir dagar hinna ólastandi, og arvur teirra skal verða til ævigar tíðir; tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum. Tí hini gudleysu ganga til grundar; fíggindar HARRANS eru sum blómurnar, ið klæða vøllin so fagurt tey hvørva, hvørva sum roykur. Hin gudleysi lænir, og ber ikki aftur; men hin rættvísi ger miskunn og gevur; tí tey, ið Hann signar, skulu arva landið, men tey, ið Hann bannar, verða avskorin. HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara; um hann so snávar, fellur hann ikki, tí HARRIN heldur í hond hansara. Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði. Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing. Vend tær frá illum og ger gott, so verður tú búgvandi í allar ævir! Tí HARRIN elskar rætt og svíkur ikki heiløgu Síni; til ævigar tíðir verða tey hildin uppi; men avkom hinna gudleysu verður týnt. Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir. Muður hins rættvísa talar vísdóm, tunga hansara sigur tað, ið beint er; lóg Guds hansara er honum í hjarta, hann vinglar ikki á fótunum. Hin gudleysi lúrir eftir hinum rættvísa og liggur honum eftir lívinum; men HARRIN gevur hann ikki í hendur hansara og dómfellir hann ikki, táið hann verður dømdur. Bíða eftir HARRANUM og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verda týnd. Eg sá gudleysan, ið stóð stinnur í megi síni; hann breiddi seg sum grønt træ, ið er væl rótfest; men táið eg so seinni kom framvið har, var hann burtur, og eg leitaði eftir honum, men hann var ikki at finna. Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð; men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av. Frelsa hinna rættvísu kemur frá HARRANUM, sum er sterka vernd teirra á neyðarstund. HARRIN hjálpir teimum og fríar tey; Hann fríar tey frá hinum gudleysu og frelsir tey tí tey hava søkt sær skjól hjá Honum. SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. Til áminningar. HARRI, revsa meg ikki í vreiði Tíni, tykta meg ikki, meðan Tú ert illur! Tí pílar Tínir sita í mær, hond Tín liggur tung á mær. Vreiði Tín voldir, at einki á kroppi mínum er frískt, synd mín voldir, at eingin hvíld er í beinum mínum. Misgerðir mínar ganga mær yvir høvdið, sum tung byrði, ið er mær ov svár. Sár míni stinka; dárskapur mín ger, at tey rotna. Eg gangi krýkin, heilt niðurboygdur; allan dagin gangi eg og syrgi. Tí lendar mínar eru fullar av bruna, einki á kroppi mínum er frískt. Eg eri máttleysur og heilt sundursoraður, eg gevi meg av hjartaófriði. Harri, Tú kennir alla tráan mína, suff mítt er ikki Tær loynt! Hjarta mítt bankar hart, kraft mín hevur svikið, ja, um tað so eru eygu míni, so hava tey mist ljós sítt. Vinir og frændur mínir halda seg langt burtur frá plágu míni, næstingar mínir standa langt burtur; og teir, ið liggja mær eftir lívinum, seta snerrur; teir, ið søkja vanlukku mína, leggja ráð um undirgang; um svik hugsa teir allan dagin. Men eg eri sum deyvur, eg hoyri einki, og sum stummur, ið ikki letur upp munnin; ja, eg eri sum maður, ið ikki hoyrir, og sum ikki hevur aftursvar í munninum. Tí til Tín, HARRI, stendur vón mín; Tú skalt svara, Harri Gud mín! Tí eg sigi: Annars fara teir at gleðast yvir mær, hugmóða sær av, at eg vingli á fótunum. Tí eg eri tætt við at falla, og plága mín er altíð fyri mær. Fyri Tær játti eg misgerð mína, eg syrgi um synd mína. Og fíggindar mínir liva og eru mannsterkir; mangir eru teir, ið hata meg uttan grund, sum løna mær gott við illum, standa mær ímóti, fyri tað at eg stevni eftir tí, sum gott er. HARRI, far ikki frá mær, Gud mín, ver ikki langt burtur frá mær, ver skjótur og kom mær til hjálpar, Harri, frelsa mín! SÁLMUR Til songmeistaran. Til jedutun. Sálmur. Eftir Dávid. Eg segði: ?Eg skal akta eftir leiðum mínum, so eg syndi ikki við tunguni, eg skal leggja teymar á munn mín, so leingi sum hin gudleysi er fyri eygum mínum!? Eg varð stummur og tigandi, eg tagdi í sorg míni, men kvøl mín gnagaði; hjartað brendi í brósti mínum, eldur tendraðist, meðan eg grundaði; tá talaði eg við tunguni: ?Lat meg vita enda mín, HARRI, og dagamál mítt, hvat tað er, lat meg vita, hvussu skjótt eg skal burtur!? Sum handarbreidd hevur Tú gjørt dagar mínar, og lívstíð mín er Tær sum einki vissuliga, berur tómleiki er hvørt menniskja, hvussu fast tað so stendur! Sela. Bert sum skuggi gongur maðurin; tómt er alt, ið teir stríðast við; teir dunga saman og vita ikki, hvør ið fær tað. Hvørjum bíði eg tá eftir, Harri? Øll vón mín stendur til Tín! Frels meg frá allari synd míni, ger meg ikki dárum til spott! Eg tigi, eg lati ikki upp munnin tað er jú Tú, ið hevur gjørt tað! Tak plágu Tína burt frá mær! Fyri sløgum handar Tínar eri eg vorðin til einkis. Táið Tú tyktar mann við straff fyri misgerð hansara, syndrar Tú dýrd hansara sum húsvætti berur tómleiki er hvørt menniskja! Sela. Hoyr bøn mína, HARRI, lurta eftir rópi mínum, tig ikki, táið eg gráti! Tí fremmandur eri eg hjá Tær, gestur sum allir fedrar mínir. Hygg burt av mær, so eg lívgist, áðrenn eg fari hiðani og eri ikki til longur! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Eg vónaði og vónaði á HARRAN; tá boygdi Hann Seg til mín og hoyrdi róp mítt. Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst. Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara. Mong síggja tað og óttast og seta lít sína til HARRAN. Sælur er tann maður, ið setur lít sína til HARRAN og vendir sær ikki til hugmóðig og til teirra, ið halda av leiðini til lygn. Stór eru undrini, ið Tú hevur gjørt, HARRI Gud mín, og mangir tankarnir, ið Tú hugsaði fyri okkum ikki stendur til at rokna teir upp fyri Tær; um eg vil kunngera teir og tala um teir, so eru teir ov mangir at telja. Sláturoffur og matoffur líkar Tær ikki Tú gavst Mær opin oyru brennioffur og syndoffur krevur Tú ikki. Tá segði Eg: ?Hygg, Eg komi í bókrulluni stendur skrivað tað, ið Eg skal gera; at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!? Í stórari samkomu bar eg boð um rættferð nei, eg læt ikki varrarnar aftur, tað veitst Tú, HARRI! Rættferð Tína duldi eg ikki í hjarta mínum, trúfesti Tína og frelsu Tína talaði eg um, náði Tína og sannleik Tín avnoktaði eg ikki í stórari samkomu. Tú HARRI, skalt ikki steingja miskunn Tína fyri mær, náði og trúfesti Tín skulu altíð vera vernd mín. Tí vanlukkur, sum ikki er tal á, leggja seg rundan um meg, syndir mínar hava fingið meg aftur, so eg fái ikki hugt; tær eru fleiri enn hárini á høvdi mínum, og mótið hevur svikið. Lat toknast Tær, HARRI, at bjarga mær, HARRI, ver skjótur og kom mær til hjálpar! Lat teir standa við skomm og kinnroða, sum liggja mær eftir lívinum og ætla at forkoma mær, lat teir víkja og verða til skammar, sum ynskja mær ilt, lat teir standa ræðsluslignar av skomm síni, teir, ið siga: ?Há há!? við meg! Men lat øll tey, ið søkja Teg, frøast og gleðast í Tær, lat tey, ið elska frelsu Tína, altíð siga: ?Lovaður veri HARRIN!? Um so eg eri armur og fátækur, skal HARRIN tó hugsa um meg. Tú ert hjálp mín og frelsari mín drála ikki, Gud mín! SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Sælur er tann, ið tekur sær av ørmum hin ónda dag frelsir HARRIN hann! HARRIN verjir hann og heldur honum á lívi, hann verður lukkuligur í landinum ikki skalt Tú geva hann upp í fíggindahendur. HARRIN skal styðja hann á sóttarsongini, alla legu hansara umskiftir Tú, táið hann er sjúkur. So sigi eg tá: HARRI, ver mær náðigur, grøð sál mína, tí eg havi syndað móti Tær! Fíggindar mínir ynskja mær ilt: ?Nær man hann fara at doyggja, og navn hansara verða útstrikað?? Kemur ein at vitja meg, so tosar hann tað, ið falskt er, hjarta hansara savnar sær óndskap; so fer hann avstað og tosar um tað. Allir teir, ið hata meg, tutla saman móti mær; allir huga teir sær til, at mær skal gangast illa: ?Óbótalig vanlukka hevur rakt hann hann liggur har, kemur aldri upp aftur!? Ja, um tað so er vinur Mín, sum Eg leit á, hann, ið át breyð Mítt, so hevur hann lyft hælinum móti Mær. Men Tú, HARRI, ver mær náðigur, og hjálp mær aftur á føtur, so skal eg løna teimum! Av tí síggi eg, at Tú hevur hjarta fyri mær, at fíggindi mín sleppur ikki at gleðast uppi yvir mær. Og mær heldur Tú uppi, fyri tað at eg eri sakleysur, letur meg standa fyri ásjón Tíni í allar ævir. -------- Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, í aldur og allar ævir! Amen, amen! II SÁLMUR Til songmeistaran. Songur. Eftir synir Kora. Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud! Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi; nær skal eg sleppa at stíga inn fyri ásjón Guds? Tár míni eru matur mín dag og nátt, av tí at í heilum verður sagt við meg: ?Hvar er Gud tín!? Hetta má eg minnast, og úthella sál mína í mær: Hvussu eg í skaranum fór til hús Guds við gleðirópum og lovsongi í hátíðarskaranum. Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum fyri frelsu frá ásjón Hansara! Gud mín! Sál mín er niðurboygd í mær, tí minnist eg Teg, úr Jordanslandi og av Hermonshæddum, av Lítla Fjalli. Djúp rópar á djúp, táið fossar Tínir duna; alt brim Títt og allar bylgjur Tínar leggja yvir meg. Um dagin sendir HARRIN náði Sína, og um náttina er songur Hansara hjá mær, bøn til Gud lívs míns. Eg má siga við Gud, klett mín: Hví hevur Tú gloymt meg? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum? Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað, táið fíggindarnir háða meg, táið teir samt og javnt siga við meg: ?Hvar er Gud tín!? Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum! SÁLMUR Fá mær rætt, Gud, barst fyri málevni mítt móti fólki, ið ikki kennir til miskunn, frels meg frá følskum, órættvísum monnum! Tí Tú ert tann Gud, ið er skjól mítt hví hevur Tú kastað meg frá Tær? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum? Send ljós Títt og sannleik Tín, lat tey leiða meg, lat tey føra meg til heilaga fjall Títt og til bústaðir Tínar, so eg kann koma til altar Guds, til tann Gud, ið er gleði og fagnaður mín, og takka Tær á hørpu, Gud, Gud mín! Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Songur. Gud, vit hava hoyrt tað við okkara egnu oyrum, fedrar okkara hava sagt okkum tað, verkið, ið Tú gjørdi á døgum teirra, í forðum: Tú rakst burt heidningarnar við hond Tíni, men tey plantaði Tú, fólkasløg týndi Tú, men tey lætst Tú breiða seg; tí ikki var tað við svørðinum, tey fingu landið í ogn, ikki var tað armur teirra, ið gav teimum sigur, nei, tað var høgra hond Tín, armur Tín og ljós andlits Tíns tí Tú hevði tey kær. Tú, Tú ert kongur mín, Gud mín, sum sendir Jákupi sigur. Við Tær stinga vit fíggindan niður, í navni Tínum traðka vit niður teir, sum reisa seg móti okkum. Tí tað er ikki boga mín, eg líti á, svørð mítt gevur mær ongan sigur; nei, Tú hevur givið okkum sigur yvir fíggindum okkara, og teir, ið hata okkum, letur Tú verða til skammar. Av Gudi rósa vit okkum allan dagin, navni Tínum lova vit í allar ævir. Sela. Og tó hevur Tú nú kastað okkum frá Tær, gjørt okkum til spott, Tú fert ikki út við herum okkara! Tú letur okkum víkja fyri fíggindanum, teir, ið hata okkum, taka sær fong! Tú hevur givið okkum til at verða etin sum seyð, og spjatt okkum millum fólkini; fyri einki hevur Tú selt fólk Títt ikki vart Tú ríkur av søluni! Tú gert okkum grannum okkara til háð, teimum til spott og spæ, sum rundan um okkum búgva; Tú gert okkum til orðtak millum fólkini, letur fólkasløgini rista við høvdinum eftir okkum. Allan dagin er skemd mín fyri eygum mínum, skomm fjalir andlit mítt táið eg hoyri spottaran og háðaran, táið eg síggi fíggindan og hin hevnisama. Alt hetta kom á okkum, tóat vit ikki gloymdu Teg og ikki sviku sáttmála Tín; hjarta okkara veik ikki frá Tær, og stig okkara viku ikki út av leið Tíni so Tú skuldi sora okkum sundur, har sum sjakalar búgva, og breiða deyðaskugga út yvir okkum. Høvdu vit gloymt navn Guds okkara, breitt út hendurnar móti fremmandum Gudi hevði Gud tá ikki komið eftir tí! Hann kennir jú loyniligu hugsanir hjartans! Nei, fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður! Vakna! Hví svevur Tú, Harri? Vakna, kasta okkum ikki frá Tær í allar ævir! Hví fjalir Tú ásjón Tína, hví gloymir Tú armóð og trongd okkara? Sál okkara liggur boygd í dustið, og likam okkara loðar við jørðina. Reis Teg og kom okkum til hjálpar, frels okkum, fyri náði Tínar skuld! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir liljum. Eftir synir Kora. Songur. Ljóð um kærleika. Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans. Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar Tínar; tí hevur Gud signað Teg í allar ævir. Gyrð lendar Tínar við svørði, Tú veldigi við stórleika og dýrd Tíni! Far so í dýrd Tíni sigurríkur fram fyri søk sannleikans, fyri eyðmjúkleika og rættferð! Høgra hond Tín skal læra Teg øgilig stórverk. Pílar Tínir eru hvestir, fólkasløg falla fyri Tær, fíggindar kongsins verða raktir í hjartað. Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, rættvísisproti er sproti ríkis Tíns. Tú elskar rætt og hatar gudloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar; av myrra, aloe og kassia anga øll klæði Tíni. Úr fílabeinshøllum gleðir Teg streingjaleikur; kongadøtur eru millum útvaldu Tínar, drotningin stendur undir høgru lið Tíni í gulli úr Ofir. Lurta nú væl eftir, dóttirin, boygg oyrað: Gloym fólk títt og hús faðirs tíns! So skal kongurin hava hug á vakurleika tínum, tí Hann er Harri tín, og tú skalt falla niður fyri Honum. Dóttir Týrus, ja, hini ríkastu millum fólkið, skulu við gávum royna at gera seg vælkend hjá tær. Dýrd er hon, øll sum hon er, kongadóttirin harinni; klæði hennara eru gjøgnumvovin við gulli. Fylgd av moyggjum verður hon leidd fram í marglittum búna; vinkonur hennara leiða hana til kongin. Við frøi og fagnaði verða tær leiddar inn, tær fara inn í høll kongsins. Synir Tínir stíga í stað fedra Tína, Tú setur teir til høvdingar á allari jørðini. Eg skal prísa navni Tínum millum øll komandi ættarlið; tí skulu fólkini lova Tær í aldur og allar ævir. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Eftir alamot. Songur. Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur. Tí óttast vit ikki, um so jørðin umskiftist, og fjøllini stoytast niður í havsdýpið, um so havsvøtnini brúsa og sjóða, fjøllini nøtra av hugmóði teirra. Sela. Ein á er streymar hennara gleða stað Guds, heilaga bústað hins Hægsta. Gud er mitt í honum, hann vikast ikki; Gud hjálpir honum, táið lýsir av degi. Fólkasløg leika í, ríki vikast Hann letur rødd Sína ljóða, tá skelvur jørðin. HARRIN Gud herskaranna er við okkum, Gud Jákups er fasta borg okkara. Sela. Komið og síggið verk HARRANS Hann hevur avrikað øgilig verk á jørðini! Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp. ?Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud! Eg eri høgur millum fólkini, høgur á jørðini!? HARRIN Gud herskaranna er við okkum, Gud Jákups er fasta borg okkara. Sela. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur. Klappið saman hendur, øll fólkasløg, latið hoyrast gleðiróp og fagnað fyri Gudi! Tí HARRIN, hin hægsti, er øgiligur, kongur, stórur yvir allari jørðini. Hann leggur fólk undir okkum, fólkasløg undir føtur okkara; Hann velur okkum arvalut okkara dýrd Jákups, sum Hann elskar. Sela. Gud fór upp við fagnaðarrópum, HARRIN við lúðraljóði. Syngið, ja, syngið fyri Gudi, syngið, ja, syngið fyri kongi okkara! Tí Gud er kongur yvir allari jørðini syngið song fyri Gudi! Gud hevur víst, at Hann er kongur yvir fólkunum, Gud hevur sett Seg í heilaga hásæti Sítt. Høvdingar tjóðanna savna seg við fólki Ábrahams Guds; tí skjøldir jarðarinnar hoyra Gudi til Hann er sára hevjaður upp. SÁLMUR Songur. Sálmur. Eftir synir Kora. Stórur og hálovaður er HARRI okkara í staði Sínum, á heilaga fjalli Sínum. Vakurt reisir tað seg, allari jørðini er tað gleði, Zionsfjall, ytst í norðri, staður hins stóra kongs. Gud er í borgum hansara, Hann hevur gjørt Seg kendan sum fasta borg. Tí kongarnir savnaðu seg, tilsamans hildu teir fram. Teir sóu og teir óttaðust, ræðsla greip teir, teir skundaðu sær at flýggja. Teir fóru at biva har, angist fall á teir, sum á kvinnuna, ið føðir. Við eystanstormi breytst Tú sundur tarsisskip. Sum vit høvdu hoyrt, so hava vit nú fingið tað at síggja í staði HARRANS Guds herskaranna, í staði Guds okkara Gud letur hann standa í allar ævir. Sela. Í halgidómi Tínum grunda vit á náði Tína, Gud! Sum navn Títt, Gud, so er prís Títt líka til endar jarðarinnar; høgra hond Tín er full av rættferð. Zionsfjall frøist, døtur Juda rópa av gleði um dómar Tínar. Gangið rundan um Zion, farið runt um tað og teljið tornini í tí, hyggið at múrum tess, gangið gjøgnum borgir tess, so tit kunnu siga hini komandi ætt frá tí! Tí hesin Gud er Gud okkara í aldur og ævir Hann skal leiða okkum um deyðan. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur. Hoyrið hetta, øll fólkasløg, lurtið eftir, øll tit, sum í heiminum búgva, bæði høg og lág, bæði rík og fátæk! Muður mín skal tala vísdóm; tað, ið hjarta mítt upphugsar, er vit; eg boyggi oyrað til fyrndarorð, við streingjaleiki seti eg fram gátutalu mína. Hví skal eg óttast á óndum døgum, táið óndskapur teirra, ið liggja eftir mær, er rundan um meg teirra, ið líta á góðs sítt, rósa sær av stóra ríkidømi sínum! Maður kann ikki keypa bróður sín leysan, hann kann ikki geva Gudi loysigjald fyri hann nei, gjaldið fyri sál hansara er ov høgt, tað má hann til ævigar tíðir lata vera so hann skuldi hildið áfram at livað í allar ævir og aldri fingið grøvina at sæð. Jú, hann fær hana at síggja! Hinir vísu doyggja, dárin og býttlingurin fara burt eins og teir og lata góðs sítt eftir til onnur; teir hugsa, at hús teirra skulu verða standandi til ævigar tíðir, bústaðir teirra mann eftir mann teir kalla jørð sína eftir nøvnum sínum! Og tó verður menniskjað í dýrd ikki standandi; hann er líkur dýrunum, ið ganga til grundar. So gongst teimum, ið eru fullir av áliti á sær sjálvum og aftan á teir koma tey, ið halda gott um tos teirra! Sela. Sum seyður verða teir riknir niður í deyðaríkið, deyðin skal vera hirði teirra; hini sannhjartaðu skulu traðka teir niður, táið lýsir av degi; deyðaríkið ger enda á skepnu teirra, so teir ongan bústað hava longur. Men sál mína skal Gud loysa av hond deyðaríkisins, tí Hann skal taka meg til Sín! Sela. Óttast ikki, táið maður verður ríkur, táið hús hansara kemur til mikla dýrd! Tí einki hevur hann við sær, táið hann doyr, dýrd hansara fer ikki niður aftan á honum. Um hann so signar sál sína, meðan hann livir, og tey prísa tær, tí tú gert tær til góða, so skalt tú tó fara til ætt fedra tína, tey, sum í allar ævir ikki fáa ljósið at síggja. Menniskjað, ið verður nógv heiðrað, men einki vit hevur, er líkt dýrunum, ið ganga til grundar. SÁLMUR Sálmur. Eftir Asaf. Gud, Gud HARRIN, talar og stevnir jørðini higar úr eystri og líka í vestur. Av Zion, krúnu fagurleikans, stígur Gud fram í ljóma. Gud okkara kemur og skal ikki tiga; oyðandi eldur gongur fyri ásjón Hansara, og rundan um Hann leikar stormur. Hann kallar á himmalin har uppi og á jørðina til at døma fólk Sítt: ?Savnið Mær heiløgu Míni til Mín, tey, ið við ofrum hava gjørt sáttmála við Meg!? Og himmalin kunnger rættferð Hansara, at Gud er tann, ið dømir. Sela. ?Hoyr, fólk Mítt, Eg skal tala, Ísrael, Eg skal vitna móti tær Gud, Gud tín, eri Eg! Ikki er tað fyri offur tíni, Eg ætli at straffa teg Eg havi jú altíð brennioffur tíni fyri eyga. Eg taki ikki tarvar úr húsi tínum ella bukkar úr byrgjum tínum; tí Mær hoyra øll dýr í skóginum til, dýrini á hinum túsund fjøllum; Eg kenni allar fuglar á fjøllunum, veit skil á øllum tí, sum á markini rørist. Um Eg hungraði, segði Eg ikki tær tað; tí Mær hoyrir jarðarríki til, og alt, ið tað fyllir. Man Eg eta tarvakjøt og drekka bukkablóð! Nei, ofra Gudi lovsong, og halt hinum Hægsta tað, ið tú hevur lovað! Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!? Men við hin gudleysa sigur Gud: ?Hvat hevur tú við at gera at rokna upp boð Míni og hava sáttmála Mín á munni! Tú hatar jú tykt og blakar orð Míni aftur um bak! Sært tú tjóv, so fert tú í felag við hann, og við horkøllum ert tú í samlagi! Munnin sleppur tú leysan við illum, tunga tín spinnur saman svik! Tú situr og spillir út bróður tín, baktalar son móður tínar! So hevur tú borið teg at, og Eg havi tagt; og nú hugsar tú, at Eg eri sum tú men Eg skal straffa teg, og tað, so tú fært tað at síggja! Aktið eftir hesum, tit, ið gloyma Gud, so Eg skræði tykkum ikki sundur, uttan at nakar er, sum frelsir! Tann, ið ofrar tøkk, ærir Meg, og tann, ið aktar eftir leiðini, lati Eg síggja frelsu Guds.? SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Ta ferðina ið Natan kom til hansara, eftir at hann hevði verið inni hjá Batsebu. Gud, ver mær náðigur eftir góðsku Tíni, strika út brot míni eftir stóru miskunn Tíni! Tváa meg heilt reinan frá skyld míni, reinsa meg frá synd míni! Tí eg kenni misbrot míni, og synd mín er mær altíð fyri eyga. Móti Tær er tað, eg havi syndað, eina móti Tær, og tað, sum ónt er í eygum Tínum, havi eg gjørt fyri at Tú skalt standa rættvísur, táið Tú talar, vera reinur, táið Tú dømir. Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi. Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum! Reinsa meg við isopi frá synd, so eg verði reinur, tváa meg, so eg verði hvítari enn kavi! Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði, lat beinini, ið Tú hevur sorað sundur, fegnast! Fjal ásjón Tína fyri syndum mínum, og strika út allar misgerðir mínar! Gud, skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær! Kasta meg ikki burtur frá ásjón Tíni, og tak ikki Heilaga Anda Tín frá mær! Gev mær aftur at gleðast um frelsu Tína, og halt mær uppi við fúsum anda! So skal eg læra misbrotsmenn vegir Tínar, og syndarar skulu venda við til Tín! Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína! Harri, lat upp varrar mínar so skal muður mín kunngera prís Títt! Tí Tær líkar ikki sláturoffur annars hevði eg givið Tær tað brenniofrum tekur Tú ikki við; offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud! Ger í náði Tíni væl við Zion, bygg upp múrar Jerúsalems! Tá skal Tær toknast røtt offur, brennioffur og heiloffur, tá skulu tarvar verða ofraðir á altari Tínum. SÁLMUR Til songmeistaran. Songur. Eftir Dávid. Táið Doeg Edomitur kom og segði Saul frá, at Dávid var farin inn hjá Ahimelek. Hví reypar tú av óndskapi tínum, tú veldigi? Náði Guds varir allan dagin! Tunga tín stílar uppá undirgang, hon er sum brýndur rakiknívur, tú, ið leggur upp svikaráð! Tú elskar hitt illa fram um hitt góða, lygn fram um at siga sannleika. Sela. Ja, tú elskar alla oyðandi talu, tú falska tunga! Tí skal Gud eisini bróta teg niður við alla; Hann skal grípa teg og rykkja teg út úr tjaldinum og ríva teg út av landi teirra, sum liva. Sela. Hini rættvísu skulu síggja tað og óttast, tey skulu læa at honum og siga: ?Hyggið, hatta er maðurin, ið ikki gjørdi Gud til vernd sína, men leit á mikla ríkidømi sítt, stóð stinnur í óndskapi sínum!? Men eg eri sum grønt oljutræ í húsi Guds; náði Guds líti eg á í aldur og ævir. Til ævigar tíðir skal eg prísa Tær fyri tað, ið Tú gjørdi, og fyri eygum heiløgu Tína skal eg bíða eftir navni Tínum tí tað er gott. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Mahalat. Songur. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: ?Eingin Gud er!? Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott. Gud skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, ið søkir Gud. Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein! Hava teir tá einki vit, hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ákalla ikki Gud? Tá grípur ræðsla teir, har sum einki var at ræðast; tí Gud spjaðir bein teirra, ið taka støðu móti tær; teir verða til skammar, tí Gud hevur vrakað teir. Á, hevði frelsa Ísraels komið av Zion! Táið Gud vendir lagnu fólks Síns, skal Jákup frøast, Ísrael gleðast! SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid. Táið Zifitar komu og søgdu við Saul: ?Dávid krógvar seg har hjá okkum!? Gud, frels meg við navni Tínum, og fá mær rætt við kraft Tíni! Gud, hoyr bøn mína, lurta eftir orðunum av munni mínum! Tí fremmandir hava reist seg móti mær, yvirgangskroppar liggja mær eftir lívinum teir hava ikki Gud fyri eyga! Sela. Men Gud er hjálpari mín, Harrin er tann, ið heldur lívi mínum uppi! Hitt illa skal falla aftur á fíggindar mínar oyð teir í trúfesti Tíni! Tá skal eg av viligum hjarta ofra til Tín, prísa navni Tínum, HARRI, tí tað er gott! Tí tað bjargar mær úr allari neyð, og við frøi skoðar eyga mítt fíggindar mínar! SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid. Gud, lurta eftir bøn míni, fjal Teg ikki fyri hjartans bønum mínum! Vend Tær til mín og svara mær! Sorgarfullu hugsanir mínar fara higar og hagar, og eg rópi undan rødd fíggindans, undan hinum gudleysa, ið kúgar meg; tí teir bólta vanlukku oman yvir meg, søkja at mær í vreiði. Hjartað skelvur í brósti mínum, og deyðaræðslur eru falnar á meg. Ótti og angist koma á meg, og ræðsla leggur seg oman yvir meg. Og eg sigi: Eg vildi, at eg hevði veingir sum dúvan so skuldi eg flogið burtur og søkt mær bústað, ja, eg skuldi flýtt langt burtur, eg skuldi funnið mær herbergi í oyðimørkini! Sela. Eg skuldi skundað mær at leitað mær skjól fyri storminum og harðveðrinum! Gloyp teimum, HARRI, blanda tungumál teirra! Tí kúgan og ófrið síggi eg í staðnum. Dag og nátt ganga teir rundan um hann á múrunum; óndskapur og vanlukka ráða har inni. Ja, oyðing ræður har inni, yvirgangsverk og svik víkja ikki av torgum hansara. Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær honum kundi eg krógvað meg fyri; nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín, tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara. Lat deyðan ráma teir! Lat teir fara livandi niður í deyðaríkið! Tí óndskapur ræður í bústaði teirra, í hjarta teirra. Men eg rópi til Gud HARRIN skal frelsa meg! Kvøld, morgun og middag skal eg rópa og suffa, og Hann skal hoyra rødd mína; Hann endurloysir sál mína og gevur henni frið, so teir fáa ikki komið mær nær tí mangir eru teir ímóti mær! Gud, sum frá forðum situr í hásæti, Hann skal hoyra og svara teimum sela teimum, ið ikki vilja verða øðrvísi, og sum ikki óttast Gud. Hann* leggur hond á vinir, brýtur sáttmála sín. Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð. Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast. Og Tú, Gud, skalt stoyta teimum niður í hina djúpu grøv; blóðdálkaðir, svikafullir menn skulu ikki náa hálvan aldur! Men eg, eg líti á Teg! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir hini stummu dúvu langt burtur. Eftir Dávid. Songur. Táið Filistarar tóku hann í Gat. Ver mær náðigur, Gud! Tí menniskju liggja mær eftir lívinum; samt og javnt treingja teir meg við stríði. Samt og javnt liggja teir mær eftir lívinum, teir, ið elta meg, ja, mangir eru teir, sum í hugmóði stríða móti mær. Men táið ræðsla fellur á meg, líti eg á Teg! Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara; á Gud líti eg, eg óttist ikki hvat skal hold fáa gjørt mær! Allan dagin gera teir mær lívið beiskt, allar hugsanir teirra eru vendar móti mær, til tað illa. Teir taka seg saman, teir lúra, teir hava eyguni eftir mær, hvussu eg stígi; tí teir liggja mær eftir lívinum. Skulu teir sleppa undan við øllum óndskapi sínum! Nei, slá fólkasløgini niður í vreiði Tíni, Gud! Tú hevur talt, hvussu mangan eg havi flýtt; tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum standa tey ikki í bók Tíni? So skulu fíggindar mínir víkja, tann dag eg rópi; tað veit eg, at Gud er við mær! Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara, við hjálp HARRANS skal eg prísa orði Hansara. Eg líti á Gud, eg óttist ikki hvat kann menniskja gera mær! Á mær hvíla lyfti til Tín, Gud eg skal gjalda Tær við takkofrum! Tí Tú hevur fríað sál mína frá deyðanum, ja, føtur mínar frá falli, so eg kann ganga fyri ásjón Guds í ljósi teirra, sum liva. SÁLMUR Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Táið hann flýddi undan Saul og var í hellinum. Ver mær náðigur, Gud, ver mær náðigur! Tí hjá Tær søkir sál mín sær skjól, í veingjaskugga Tínum søki eg mær lívd, inntil vanlukkan er av! Eg rópi til Gud, hin hægsta, til tann Gud, sum fullførir verk Sítt fyri meg. Hann sendir hjálp úr Himli og frelsir meg, táið eg verði háðaður av teimum, ið liggja mær eftir lívinum sela Gud sendir náði og trúfesti Sína. Sál mín er mitt ímillum leyvur; eg má liggja millum teir, ið goysa eld, millum menniskju, ið hava spjót og pílar til tenn og hvast svørð til tungu. Vís Teg høgan yvir himli, Gud, dýrd Tín breiðist yvir alla jørðina! Teir hava lagt net fyri føtur mínar sál mín er niðurboygd; teir grava grøv framman fyri meg men teir falla sjálvir í hana! Sela. Hjarta mítt er støðugt, Gud, hjarta mítt er støðugt, eg skal syngja og lovprísa! Vakna, æra mín, vaknið, harpa og sitari eg skal vekja morgunroðan! Eg skal takka Tær, HARRI, millum fólkini, prísa Tær millum fólkasløgini! Tí náði Tín er stór, líka til himmals, trúfesti Tín líka til skýggini. Vís Teg høgan yvir himli, Gud, dýrd Tín breiðist yvir alla jørðina! SÁLMUR Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Halda tit nú, at tit við málloysi tykkara tala tað, ið rættvíst er, døma tað, ið beint er, tit menniskjabørn? Nei, í hjartanum upphugsa tit tað, sum ónt er, í landinum viga tit út yvirgangsverk handa tykkara. Hini gudleysu eru líka úr móðurfangi farin av leið; tey, ið tala lygn, villast líka úr móðurlívi. Eitur er í teimum sum ormaeitur, tey eru sum hin deyvi høggormurin, ið typpir oyrað og lurtar ikki eftir ormatølaranum, honum, ið kønur er at gykla. Gud, slá tenninar inn í munn teirra, sora jakslarnar í hinum ungu leyvum, HARRI! Lat teir verða til einkis, sum vatn, ið rennur burtur! Leggur nakar pílarnar á bogan, so lat teir verða sum oddaleysar! Lat teir verða sum snigil, ið loysist upp, meðan hann skríður, sum ófullborna fostur kvinnunnar, tað, ið ikki hevur sæð sólina! Áðrenn pottar tykkara hava kent brennið, ja, mitt í lívsmegi teirra skal Hann ríva teir burt í vreiði Síni. Hin rættvísi skal gleðast, tí hann sær hevnd; hann skal vaska sær um føturnar í blóði hins gudleysa. Og menniskjuni skulu siga: ?Hin rættvísi fær tó løn sína, ein Gud er tó, sum dømir á jørðini!? SÁLMUR Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Táið Saul sendi menn, ið skuldu halda vakt um húsið, til at drepa hann. Gud mín, bjarga mær frá fíggindum mínum, verj meg móti teimum, ið reisa seg móti mær! Fría meg frá teimum, ið gera órætt, frels meg frá blóðdálkaðum monnum! Tí Tú sært, at teir lúra eftir sál míni; sterkir menn taka seg saman móti mær, uttan at misbrot ella synd er hjá mær, HARRI! Uttan at eg havi misbrotið meg, renna teir fram og gera seg til at leypa á. Vakna og kom ímóti mær hygg! Ja, Tú, HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, vakna og heimsøk allar heidningar, vís ongum av hesum trúleysu níðingum náði! Sela. Um kvøldið koma teir aftur, túta sum hundar og strúka um staðin. Orðastreymur gongur teimum av munni, svørð er á vørrum teirra, tí ?hvør man hoyra tað!? Men Tú, HARRI, Tú lær at teimum, Tú spottar allar heidningar. Móti mátti hansara* bíði eg eftir Tær, tí Gud er borg mín; Gud mín kemur ímóti mær við náði Síni, Gud skal lata meg hyggja við gleði á teir, ið elta meg. Drep teir ikki, fyri at fólk mítt skal ikki gloyma tað, nei, lat teir rekast um fyri veldi Tínum, og slá teir niður, Tú Harri, skjøldur okkara! Hvørt orð á vørrum teirra er synd í munni teirra; lat teir tá koma fastar í hugmóð sítt, aftur fyri illbønirnar og lygnirnar, ið teir tala! Ger í vreiði enda á teimum, ger enda á teimum, so teir eru ikki til longur, og lat tey sanna líka at endum jarðarinnar, at Gud er tann, sum ræður í Jákupi! Sela. Um kvøldið koma teir aftur, túta sum hundar og strúka um staðin. Teir reika um eftir onkrum at eta; verða teir ikki mettir, verða teir verandi alla náttina. Men eg, eg syngi um styrki Tína, um morgunin skal eg fegnast um náði Tína, tí Tú ert borg mín og skjól mítt, tann dag eg eri í neyð. Styrki mín! Tær syngi eg prís, tí Gud er borg mín, náðiríki Gud mín! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir sjusjan edut. Songur. Eftir Dávid. Til at læra. Ta ferðina hann bardist við Áram-Naharajim og Áram-Zoba, og Jóab kom aftur og vann sigur á Edomitum í Saltdali, monnum. Gud! Tú hevur koyrt okkum frá Tær, Tú hevur brotið okkum sundur, Tú vart illur vend Tær aftur til okkara! Tú hevur rist jørðina, fingið hana at rivna; grøð nú brestir hennara, tí hon riðar! Tað er hart, ið Tú hevur latið fólk Títt síggja, Tú skonkti okkum vín, so vit sløðraðu. Men teimum, ið óttast Teg, hevur Tú givið hermerki, sum tey kunnu flýggja til undan boganum. Sela. Fyri at tey, ið Tú elskar, kunnu verða frelst, so hjálp nú við høgru hond Tíni og bønhoyr okkum! Gud hevur talað í halgidómi Sínum; eg skal gleðast; eg skal skifta Sikem, mála upp Sukkotsdal. Mær hoyrir Gilead til, mær hoyrir Manasse til; Efraim er høvdi mínum verja, Juda er veldisstavur mín; Móab er vaskifat mítt, á Edom kasti eg skógv mín, rópa hart av gleði um meg, Filistaraland! Hvør leiðir meg til hin fasta stað, hvør flytur meg til Edom! Man tað ikki vera Tú, Gud, Tú, sum koyrdi okkum frá Tær og fórt ikki út við herum okkara, Gud! Lat okkum fáa hjálp móti fíggindanum, tí tóm er menniskjahjálp! Við Gudi skulu vit gera stórverk, Hann skal traðka niður fíggindar okkara. SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Eftir Dávid. Gud, hoyr róp mítt, lurta eftir bøn míni! Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg! Tí Tú ert skjól mítt, sterkt torn móti fíggindanum. Lat meg í allar ævir búgva í tjaldi Tínum, lat meg finna lívd í veingjaskugga Tínum! Sela. Ja, Tú, Gud, hevur hoyrt lyfti míni, Tú hevur uppfylt ynski teirra, ið óttast navn Títt! Tú skalt leggja dagar aftrat døgum kongsins, ár Hansara skulu vara mann eftir mann. Hann skal sita í hásæti allar ævir fyri ásjón Guds; set náði og sannleika at varðveita Hann! So skal eg til ævigar tíðir lova navni Tínum og soleiðis dag eftir dag halda lyfti míni. SÁLMUR Til songmeistaran. Til jedutun. Sálmur. Eftir Dávid. Eina fyri Gudi er sál mín still; frá Honum kemur frelsa mín. Eina Hann er klettur mín og frelsa mín, borg mín; eg skal ikki vikast nógv. Hvussu leingi ætla tit allir at herja á ein mann, bróta hann niður sum hallandi múr, sum vegg, ið stendur á lopi? Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. Sela. Ver still, sál mín eina hjá Gudi, tí frá Honum kemur vón mín! Eina Hann er klettur mín og frelsa mín, borg mín; eg skal ikki vikast. Hjá Gudi er hjálp mín og æra mín; sterki klettur mín, skjól mítt er í Gudi. Lítið á Hann altíð, tit fólkini, hellið út hjarta tykkara fyri Honum! Gud er skjól okkara. Sela. Berur tómleiki eru menniskju, lygn eru mannasynirnir; vektskálin fer upp við teimum, teir eru tómleiki, allir sum teir eru! Lítið ikki á rán, setið ikki tóma vón á rænt góðs! Um ríkdómurin veksur setið ikki hjartað til tað! Eina ferð hevur Gud sagt, ja, tvær ferðir havi eg hoyrt hetta at styrkin er Guds. Og náði er hjá Tær, Harri, tí Tú lønir einum og hvørjum eftir verkum hansara! SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann var í Judaoyðimørk. Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn! Soleiðis havi eg hugt eftir Tær í halgidóminum fyri at síggja veldi Títt og dýrd Tína. Tí náði Tín er betri enn lívið; varrar mínar prísa Tær. Soleiðis skal eg lova Tær, so leingi sum eg livi, í navni Tínum skal eg lyfta upp hendur mínar. Sum av mergi og fiti skal sál mín verða mett, og við lovsyngjandi vørrum skal muður mín prísa Tær. Táið eg minnist Teg á legu míni, hugsi eg um Teg á náttarvøkunum. Tí Tú hevur verið hjálp mín, og í veingjaskugga Tínum rópi eg av gleði. Sál mín heldur sær fast við Teg, høgra hond Tín heldur mær uppi. Og teir, ið liggja mær eftir lívinum og ætla at gera enda á tí, skulu koma í niðasta dýpi jarðarinnar. Teir skulu verða seldir svørðsegg, verða sjakalum rán. Men kongurin skal gleðast í Gudi; hvør tann, ið svør um hann, skal prísa seg lukkuligan, tí lygnarar skulu verða teptir. SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Gud! Hoyr rødd mína, táið eg gevi meg, varða lív mítt móti hinum øgiliga fígginda! Fjal meg fyri loyniráði hinna óndu, fyri flokki illgerðarmannanna, ið gera óljóð, sum brýna tunguna sum svørð, miða við píli sínum, hinum beiska orði, fyri í loyndum at skjóta hin sakleysa alt í einum skjóta teir hann og ræðast ikki! Teir styrkja seg í ónda ráði sínum; teir siga frá, hvussu teir skulu leggja loyndar snerrur; teir siga: ?Hvør sær tær!? Teir upphugsa illgerðir: ?Vit eru lidnir, ráðini eru løgd!? Og djúp eru hjarta og tankar menniskjans. Tá skjýtur Gud teir; alt í einum kemur pílurin, slagið hevur rakt teir. Og teir verða omanstoyttir; tunga teirra kemur yvir teir; øll, ið síggja teir, rista við høvdinum. Og øll menniskju óttast og kunngera tað, ið Gud hevur gjørt; tey skilja verk Hansara. Hin rættvísi gleðist í HARRANUM og leitar sær skjól hjá Honum, og øll sannhjartað prísa seg lukkulig. SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Songur. Gud! Tey eru still fyri Tær og prísa Tær á Zion, og tey halda Tær tað, ið tey hava lovað. Tú, sum hoyrir bønir, til Tín kemur alt hold. Táið misgerðir mínar eru vorðnar mær ov svárar, fyrigevur Tú lógbrot okkara. Sælur er tann, ið Tú útvelur og letur koma nær, so hann býr í forgørðum Tínum; vit verða mettað av tí góða í húsi Tínum, heilaga templi Tínum. Við øgiligum verkum bønhoyrir Tú okkum í rættvísi, Tú, Frelsugud okkara, øllum endum jarðarinnar og havinum langt burtur eitt skjól! Hann ger fjøllini føst við kraft Síni, gyrdur við styrki. Hann stillar brúsið frá høvunum, brúsið frá havsbylgjunum og gangin frá fólkasløgunum. Og tey, ið búgva við endar jarðarinnar, óttast tekin Tíni; har sum morgun og kvøld hoyra heima, letur Tú hoyrast gleðiróp. Tú vitjaði jørðina og gavst henni yvirflóð, gjørdi hana ógvuliga ríka; løkur Guds er fullur av vatni; Tú letur menniskjuni fáa korn teirra, tí soleiðis gert Tú jørðina til. Tú vatnar foyrur hennara, javnar hinar pløgdu akrar, Tú bloytir hana við regni, signar grøði hennara. Tú hevur krýnt ár góðsku Tínar, og fótaspor Tíni dryppa av fiti. Beitini í oyðimørkini dryppa, og heyggjarnir gyrða seg við fagnaði, hagarnir eru klæddir við seyði, og dalarnir eru fjaldir av korni. Rópt verður av gleði og sungið. SÁLMUR Til songmeistaran. Songur. Sálmur. Rópa av gleði fyri Gudi, øll jørðin! Lovsyng heiðuri navns Hansara, gev Honum heiður, Honum til prís! Sig við Gud: Hvussu øgilig eru ikki verk Tíni! Av tí at styrki Tín er so veldig, hykla fíggindar Tínir fyri Tær. Øll jørðin tilbiður Teg og syngur Tær lov, tey syngja um navn Títt. Sela. Komið og síggið tað, ið Gud hevur gjørt! Hann er øgiligur í verki móti menniskjabørnunum. Hann skapti havið um til turrlendi, tey fóru til gongu gjøgnum streymin; har gleddust vit í Honum. Hann valdar í allar ævir í mátti Sínum, Hann hevur eyguni eftir heidningunum; uppreistrarmenn sleppa ikki at gera seg stórar. Sela. Tit fólkasløg, lovið Gudi okkara, latið ljóða tónar av lovsongi um Hann, Hann, sum helt sál okkara á lívi og ikki læt fót okkara vikast! Tí Tú royndi okkum, Gud, Tú reinsaði okkum, sum silvur verður reinsað; Tú lætst okkum koma í garn, Tú legði tyngjandi byrði á lendar okkara. Tú lætst menniskju fara fram yvir høvdi okkara, vit komu í eld og í vatn. Men Tú leiddi okkum út aftur og lívgaði okkum. So komi eg tá í hús Títt við brenniofrum; eg lati Teg fáa tað, ið eg havi lovað Tær, tað, ið fór um varrar mínar, sum muður mín talaði, táið eg var í neyð. Eg beri Tær brennioffur av feitineytum saman við offuranga av veðrum; eg ofri bæði tarvar og bukkar. Sela. Komið og hoyrið, øll tit, ið óttast Gud! Eg skal siga frá tí, ið Hann hevur gjørt fyri sál mína. Til Hansara rópti eg við munninum, og lovsongur var á tungu míni. Hevði eg stílað uppá órætt í hjarta mínum, so hevði HARRIN ikki hoyrt. Men Gud hevur hoyrt, Hann lurtaði eftir bønarrópi mínum. Lovaður veri Gud, sum ikki vísti bøn míni burtur og ikki tók náði Sína frá mær! SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Sálmur. Songur. Gud veri okkum náðigur og signi okkum, Hann lati ásjón Sína lýsa hjá okkum sela so at vegur Tín kann verða kendur á jørðini, frelsa Tín millum øll fólkasløg! Fólkini skulu prísa Tær, Gud! Fólkini skulu prísa Tær, øll somul; tjóðirnar skulu frøa seg og rópa av gleði; tí við rættferð dømir Tú fólkini; tjóðirnar á jørðini leiðir Tú. Sela. Fólkini skulu prísa Tær, Gud! Fólkini skulu prísa Tær, øll somul! Jørðin hevur givið grøði sína; Gud, Gud okkara, signar okkum. Gud signar okkum, og allir endar jarðarinnar skulu óttast Hann. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Songur. Gud reisist; fíggindar Hansara spjaðast sundur, og teir, ið hata Hann, flýggja fyri ásjón Hansara. Sum roykur rekur burtur, rekur Tú teir burtur; sum vaks bráðnar í eldi, ganga hini gudleysu til grundar fyri ásjón Guds. Og hini rættvísu eru glað, tey frøa seg fyri ásjón Guds og rópa av gleði. Syngið fyri Gudi, lovsyngið navni Hansara, gerið veg fyri Honum, sum fer fram í oyðimørkunum HARRIN er navn Hansara og fegnist fyri ásjón Hansara! Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum. Gud gevur hinum einsligu hús, leiðir fangar út til lukku; men tey, sum ólýðin eru, búgva í turrum landi. Gud! Táið Tú fórt út, á odda hjá fólki Tínum, táið Tú gekst fram í oyðimørkini sela tá skalv jørðin, og himlarnir dryppaðu fyri ásjón Guds, ja, Sinai skalv fyri ásjón Guds, Guds Ísraels. Regn í streymum lætst Tú falla, Gud; arvalut Tín, sum máttleysur var, styrkti Tú! Fólk Títt búsettist í landinum; í góðsku Tíni gjørdi Tú hinum arma tað til, Gud! HARRIN gevur sigurssong; stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi. Kongar yvir herum flýggja, teir flýggja; og hon, ið heima við hús situr, skiftir sundur herfong. Táið tit liggja millum fæstikini, er tað sum silvurlagdir dúvuveingir og veingjafjaðrar við grønligum gullglansi. Táið hin Alvaldi spjaðir kongar har, er tað, sum tað kavar á Zalmon. Gudsfjall er Basansfjall, fjall við nógvum tindum er Basansfjall. Tit fjøll við nógvum tindum, hví hyggja tit við øvund á fjallið, ið Gud hevur útvalt Sær til bústað! HARRIN skal eisini búgva har í allar ævir! Vagnar Guds eru í tíggjutúsundtali, túsund og aftur túsund; Harrin er ímillum teirra, Sinai er í halgidóminum. Tú fórt upp á hæddina, leiddi burtur fangar, tókst gávur millum menniskjuni, eisini millum teirra, sum ólýðin eru, so Tú kundi búgva har, HARRI Gud! Lovaður veri HARRIN dag eftir dag! Verða byrðar lagdar á okkum, er Gud frelsa okkara. Sela. Gud er okkum Gud til frelsu, og hjá Harranum HARRANUM eru útvegir úr deyðanum. Ja, Gud sorar høvd fígginda Sína, hviril hansara, sum gongur í syndaskyld síni. HARRIN sigur: ?Eg taki tey heimaftur úr Basan, úr djúpi havsins taki Eg tey heimaftur, so fótur tín kann vaða í blóði, tungurnar í hundum tínum fáa part í fíggindunum.? Tey síggja sigursferð Tína, Gud, sigursferð Guds míns, kongs míns, inn í halgidómin. Undan ganga sangarar, eftir koma hørpuspælarar, mitt ímillum ungar gentur, ið sláa trummu. Lovið Gudi í samkomunum, lovið Harranum, tit, ið eru av keldu Ísraels! Har er Benjamin, hin yngsti sum er harri teirra høvdingar Juda við skara sínum, høvdingar Zebulons, høvdingar Naftali. Gud tín hevur givið tær styrki; styrk tað, ið Tú gjørdi fyri okkum, Gud! Tempul Títt í Jerúsalem skal fáa kongar at koma við gávum til Tín. Hótt at dýrinum í sevinum, at tarvaflokkinum við kálvunum fólkunum so tey eyðmjúkt kasta seg niður fyri Tær við silvurstykkjum! Hann spjaðir fólkini, ið hava hug til stríð. Veldigir skulu koma úr Egyptalandi, Etiopia skal skunda sær higar til Gud við gávum í hondunum. Tit ríki á jørðini, syngið fyri Gudi, lovsyngið HARRANUM sela Honum, sum fer fram í Himlum Himla, hinum eldgomlu! Ja, Hann letur ljóða rødd Sína, veldiga rødd. Gevið Gudi mátt! Yvir Ísrael er dýrd Hansara, og máttur Hansara er í skýggjunum. Øgiligur ert Tú, Gud, í halgidómum Tínum! Gud Ísraels, Hann gevur fólkinum mátt og megi. Lovaður veri Gud! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir liljum. Eftir Dávid. Frels Meg, Gud! Tí vøtnini eru komin Mær líka at sálini. Eg eri sokkin niður í botnleyst díki, sum einki fótafesti er í; Eg eri komin í hini djúpu vøtn, og bylgjurnar leggja yvir Meg. Eg havi rópt Meg móðan, tað brennur í kvørkrum Mínum, eygu Míni eru upptærd av at bíða eftir Gudi Mínum. Fleiri enn hárini á høvdi Mínum eru teir, ið hata Meg uttan grund; nógvir eru teir, ið ætla at forkoma Mær, teir, ið uttan grund eru fíggindar Mínir; tað, ið Eg ikki havi rænt, skal Eg nú lata aftur. Gud, Tú kennir dárskap Mín, og øll syndaskyld Mín er ikki Tær duld! Lat ikki tey, ið bíða eftir Tær, verða til skammar av Mær, Harri, HARRI Gud herskaranna, lat ikki tey, ið søkja Teg, Gud Ísraels, verða til spott av Mær! Tí fyri Tína skuld beri Eg vanæru, fyri Tína skuld fjalir skomm andlit Mítt. Eg eri vorðin brøðrum Mínum fremmandur, sonum móður Mínar útlendingur. Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg. Og sál Mín græt, meðan Eg fastaði, og tað varð Mær til spott. Sekk gjørdi Eg Mær til klædning, og Eg varð teimum orðtak. Teir, ið sita í portrunum, tosa um Meg, og í drykkjuløgunum kvøða teir um Meg. Men Eg komi við bøn Míni til Tín, HARRI, í náðitíðini, Gud, fyri stóru miskunn Tína svara Mær í frelsandi trúfesti Tíni! Drag meg upp úr díkinum og lat Meg ikki søkka! Lat Meg verða bjargaðan frá teimum, ið hata Meg, og úr hinum djúpu vøtnum! Lat ikki vatnsbylgjurnar leggja yvir Meg, lat ikki djúpið gloypa Mær, og lat ikki brunnin lata gap sítt aftur yvir Mær! Svara Mær, HARRI, tí náði Tín er góð, vend Tær til Mín eftir stóru miskunn Tíni! Og fjal ikki ásjón Tína fyri tænara Tínum, tí Eg eri í neyð skunda Tær at svara Mær! Kom sál Míni nær, loys hana út, frels Meg fyri fígginda Mína skuld! Tú veitst, hvussu Eg verði spottaður og beri skomm og vanæru; allar fíggindar Mínar sært Tú. Spott hevur ógrøðandi brotið hjarta Mítt; Eg bíðaði eftir onkrum, sum tykti synd í Mær, men eingin var eftir troystarum, men Eg fann ongan. Teir góvu Mær gall, og táið Eg var tystur, góvu teir Mær edik at drekka. Lat borð teirra framman fyri teir verða snerru, og fellu fyri teir, táið teir eru tryggir! Lat eygu teirra blindast, so teir síggja einki, og lat lendar teirra altíð riða! Hell vreiði Tína út yvir teir, lat brennandi vreiði Tína náa teimum! Lat bústað teirra leggjast í oyði, lat ongan vera, sum býr í tjøldum teirra! Tí tann, ið Tú hevur sligið, Hann elta teir, og teir hava á orði, hvussu tey verða plágað, sum Tú hevur sært. Tilrokna teimum hvørja einastu synd, lat teir ikki fáa part í rættferð Tíni! Lat teir verða útstrikaðar úr bók teirra, sum liva, lat teir ikki verða uppskrivaðar millum hini rættvísu! Men Eg eri armur og pínafullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær! Eg skal prísa navni Guds við songi, hálova Honum við tøkk; tað skal líka HARRANUM betur enn ungur tarvur við hornum og kleyvum. Táið hini eyðmjúku síggja tað, skulu tey gleðast; tit, sum søkja Gud, hjørtu tykkara livi! Tí HARRIN lurtar eftir hinum fátæku, og fangar Sínar vanvirðir Hann ikki. Himmal og jørð skulu prísa Honum, havið og alt, sum í tí rørist. Tí Gud skal frelsa Zion og reisa upp býir Juda; har skulu tey búgva og eiga teir; avkom tænara Hansara skal arva teir, og tey, ið elska navn Hansara, skulu búgva í teimum. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Til áminningar. Lat toknast Tær, Gud, at bjarga mær! HARRI, ver skjótur og kom mær til hjálpar! Lat teir verða til skomm og spott, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir víkja og standa til skammar, sum ynskja mær ilt! Lat teir standa ræðsluslignar av skomm síni, teir, ið siga: ?Há há!? Men lat øll tey, ið søkja Teg, frøast og gleðast í Tær, lat tey, ið elska frelsu Tína, altíð siga: ?Lovaður veri Gud!? Armur og fátækur eri eg; ver skjótur og kom mær til hjálpar, Gud! Tú ert hjálp mín og frelsari mín; drála ikki, HARRI! SÁLMUR Hjá Tær, HARRI, søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar! Fría meg út og bjarga mær í rættferð Tíni, boygg oyra Títt til mín og frels meg! Ver mær klettur, sum eg kann búgva á, og sum eg altíð kann flýggja til, Tú, sum hevur ásett mær frelsu! Tú ert klettur og borg mín. Gud mín! Bjarga mær úr hondum hins gudleysa, úr klóm hins órættvísa og yvirgangskropsins! Tí Tú ert vón mín, Harri HARRI, álit mítt, frá tí eg var ungur. Á Teg havi eg styðjað meg líka úr móðurfangi; Tú ert tann, ið dró meg út úr móðurlívi; um Teg er lovsongur mín altíð. Sum undur havi eg verið mongum; men Tú ert sterka skjól mítt. Muður mín er fullur av prísi Tínum, allan dagin av heiður Tínum. Kasta meg ikki frá Tær í elli míni, og svík meg ikki, nú mátturin svinnur! Tí fíggindar mínir tosa um meg; teir, ið lúra eftir sál míni, leggja saman ráð og siga: ?Gud hevur svikið hann! Eftir honum, takið hann, tí eingin er, sum frelsir!? Gud, ver ikki langt frá mær, Gud mín, skunda Tær og kom mær til hjálpar! Lat teir verða til skammar og ganga til grundar, teir, ið liggja mær eftir lívinum, lat teir verða klæddar í spott og spæ, teir, ið vilja mær ilt! Men eg, eg skal altíð vóna, og aftrat øllum prísi Tínum skal eg leggja nýtt prís. Muður mín skal vitna um rættferð Tína, um frelsu Tína allan dagin; tí eg veit ikki enda á teimum. Eg skal minna um veldigu verk Harrans HARRANS, lovsyngja rættferð Tíni, henni eina. Gud! Tú hevur lært meg tað líka frá ungdóminum, og líka til nú kunngeri eg undur Tíni. Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín. Og rættferð Tín, Gud, røkkur líka til himmals, Tú, sum hevur gjørt stórverk, Gud, hvør er sum Tú! Tú, sum lætst okkum síggja nógvar trongdir og vanlukkur, Tú skalt gera okkum livandi aftur og draga okkum upp aftur úr avgrundum jarðarinnar; Tú skalt gera meg enn størri og venda við og troysta meg. Afrurfyri skal eg við hørpuspæli prísa trúfesti Tíni, Gud mín, leika á sitara fyri Tær, Tú hin Heilagi Ísraels! Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja Tær lov sál mín, sum Tú loysti út! Og tunga mín skal allan dagin tala um rættferð Tína; tí teir standa til skammar og við kinnroða, teir, ið vilja mær illa. SÁLMUR Eftir Sálomo. Gud! Gev konginum dómar Tínar, kongasyninum rættferð Tína! Hann skal døma fólk Títt við rættvísi og hini ørmu Tíni við rætti. Tá bera fjøllini og heyggjarnir fólkinum frið í rættferð. Hann skal fáa hinum ørmu av fólkinum rætt; Hann skal frelsa børn hins fátæka og sláa niður kúgaran. Tey skulu óttast Teg, so leingi sum sólin lýsir, og mánin skínur, mann eftir mann. Hann skal koma niður sum regn á nýslignan bø, sum skúrur, ið vætir jørðina. Á døgum Hansara skal hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða, inntil mánin er ikki til longur. Frá havi til hav skal Hann ráða, frá ánni at endum jarðarinnar. Teir, ið búgva í oyðimørkini, skulu boyggja knæ fyri Honum, og fíggindar Hansara skulu sleikja dust. Kongarnir úr Tarsis og oyggjunum skulu bera fram gávur, kongarnir úr Sjeba og Seba skulu koma við skatti. Allir kongar skulu falla niður fyri Honum, øll fólkasløg skulu tæna Honum. Tí Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur. Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa. Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi; blóð teirra skal vera dýrt í eygum Hansara. Hann skal liva, og gull úr Sjeba skal verða Honum givið; altíð skulu tey biðja fyri Honum, signa Hann allan dagin. Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum; sum Libanon skal grøði tess súsa, og fólk skal spretta upp í býunum sum grasið á jørðini. Signað veri navn Hansara í allar ævir! Navn hansara skal liva, so leingi sum sólin skínur; og í Honum skulu tey signa seg, allar tjóðir skulu prísa Hann sælan. -------- Lovaður veri Gud HARRIN, Gud Ísraels, Hann, sum eina ger undurverk! Og lovað veri dýra navn Hansara í allar ævir! Øll jørðin skal verða full av dýrd Hansara. Amen, amen! Her enda bønir Dávids, sonar Ísai. III SÁLMUR Sálmur. Eftir Asaf. Ja, Gud er góður við Ísrael, við tey, ið hava reint hjarta! Men eg tað var tætt við, at føtur mínir snávaðu; tað vantaði lítið á, at stig míni óku. Tí eg øvundaði hini hugmóðigu, táið eg sá, at teimum gekst væl í gudloysi teirra. Tí tey eru frí fyri mótgang, líka inntil tey doyggja, og lívsmegi teirra er frísk og óskerd. Tey vita ikki av neyð sum onnur fólk, tey verða ikki plágað sum onnur menniskju. Tí er hugmóð hálsprýði teirra, tey sveipa seg í yvirgang sum í kappa. Úr fiti skoða eygu teirra út; hjartans hugsanir teirra ganga út um alt mark. Tey spotta og tosa í óndskapi um yvirgang; hugmóðiga tala tey. Við munninum fara tey upp til himmals, og tunga teirra strýkur um jørðina. Tí vendir fólk teirra sær til teirra, og vatn í yvirflóð súgva tey í seg. Og tey siga: ?Hvussu skuldi Gud vitað nakað! Man nakar kunnskapur vera hjá hinum Hægsta!? Ja, so er við hinum gudleysu; altíð eru tey trygg, veldi teirra tekur til. Einki batti, at eg helt hjarta mínum reinum og vaskaði mær um hendurnar í sakloysi. Eg varð kortini plágaður líðilangan dagin, og hvør morgun kom til mín við tykt. Men hevði eg sagt: ?Soleiðis skal eg tala!? so hevði eg verið trúleysur við ætt barna Tína. Táið eg nú grundaði fyri at skilja hetta, tykti tað mær ov svárt inntil eg fór inn í halgidómar Guds og legði til merkis, hvussu endi teirra verður. Ja, á hálku setur Tú tey, í undirgang stoytir Tú teimum. Hvussu knappliga verða tey ikki oydd, ganga undir og fáa ræðuligan enda! Sum ein roknar dreym fyri einki, táið hann vaknar, so roknar Tú, Harri, tey fyri einki, sum skuggamyndir, táið Tú vaknar! So leingi sum hjarta mítt var beiskt, og tað gnagaði í nýrum mínum, var eg dýr og fataði einki; eg var sum fæ móti Tær. Men eg verði altíð hjá Tær, Tú hevur tikið í høgru hond mína. Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú meg upp í dýrd. Hvønn havi eg í Himli! Og táið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini. Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir. Tí tey, ið víkja burt frá Tær, ganga til grundar; Tú strikar út hvønn tann, sum í trúloysi fellur frá Tær. Men eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi; eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM fyri at kunna vitna um øll verk Tíni. SÁLMUR Songur. Eftir Asaf. Hví, Gud, hevur Tú so heilt koyrt okkum frá Tær? Hví rýkur vreiði Tín móti fylginum, ið Tú røktar? Minst samkomu Tína, sum Tú vanst Tær í forðum, sum Tú loysti út at vera arvaætt Tína, Zionsfjall, sum Tú býrt á! Stíg upp til hinar ævigu toftir! Øllum hevur fíggindin forkomið í halgidóminum. Fíggindar Tínir hava brølað mitt í samkomuhúsi Tínum, teir hava sett merki síni upp til merki. Tað var sjón, sum táið øksir verða lyftar í tjúkka skóginum. Og nú alt útskorið, ið har var, soraðu teir sundur við øks og sleggju. Á halgidóm Tín settu teir eld; líka í grund hava teir vanhalgað bústað navns Tíns. Teir hava sagt í hjartanum: ?Vit skulu forkoma teimum øllum somlum!? Teir hava brent øll samkomuhús Guds í landinum. Merki okkara, tey síggja vit ikki; eingin profetur er longur; her er eingin, ið veit, hvussu leingi hetta verður. Hvussu leingi, Gud, skal mótstøðumaðurin háða, fíggindin vanvirða navn Títt? Í allar ævir? Hví heldur Tú hond Tíni aftur, høgru hond Tíni? Tak hana úr barminum og forkom teimum! Gud er tó kongur mín frá fornum tíðum, Hann, sum skapir frelsu á jørðini. Tú vart tann, ið kleyv havið við veldi, Tú soraði høvd drekanna á vatninum. Tú soraði høvd Livjatans, Tú lætst fólkið í oyðimørkini fáa hann til føði. Keldu og løk lætst Tú springa upp, ævigar streymar lætst Tú torna upp. Tín er dagurin, Tín er náttin við, Tú hevur skapt ljósið og sólina. Tú hevur sett jørðini øll mark hennara; summar og vetur hevur Tú gjørt. Minst hetta: Fíggindin hevur háðað HARRAN, fólk av dárum hevur vanvirt navn Títt! Gev ikki villdýrinum sál turtildúvu Tínar, gloym ikki í allar ævir lívið í hinum ørmu Tínum! Minst sáttmálan! Tí hini myrku støð landsins eru full av yvirgangsbústøðum. Lat ikki hin kúgaða venda aftur við skomm, lat hin arma og fátæka lova navni Tínum! Reis Teg, Gud, barst fyri søk Tína, minst til, at Tú verður háðaður av dáranum líðilangan dagin! Lat ikki róp fígginda Tína óansað, gangin frá mótstøðumonnum Tínum, sum aldri helmar í! SÁLMUR Til songmeistaran. Spill ikki! Sálmur. Eftir Asaf. Songur. Vit takka Tær, Gud, vit takka, og nær er navn Títt, sagt verður frá undurverkum Tínum. ?Tí? [so sigur HARRIN] ?Um Eg so steðgi, inntil tíð Mín er, dømi Eg tó við rætti; um so jørðin riðar, og øll, ið á henni búgva, so havi Eg tó grundfest stólpar hennara.? Sela. ?Við hini hugmóðigu sigi Eg: Verið ikki hugmóðig! og við hini gudleysu: Lyftið ikki horninum! Lyftið ikki horni tykkara móti Himli, tosið ikki frekt við hørðum hálsi!? Tí hvørki eystaneftir ella vestaneftir [kemur hjálpin], ei heldur úr fjallaoyðimørkini; nei, Gud er tann, ið dømir; ein eyðmýkir Hann, ein annan setur Hann høgt. Tí bikar er í hond HARRANS; tað skúmar av víni, er fult av kryddaðum víni, og Hann skeinkir úr tí; sanniliga, berskaka tess skulu tey drekka, ja, súgva í seg, øll gudleys á jørðini! Men eg skal fegnast í allar ævir, lovsyngja Gudi Jákups. Og hornini á øllum gudleysum skal eg høgga av, men horn hins rættvísa skulu sita høgt. SÁLMUR Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Sálmur. Eftir Asaf. Songur. Gud er kendur í Juda, navn Hansara er stórt í Ísrael. Hann reisti tjald Sítt í Salem, bústað Sín á Zion. Har breyt Hann snarljós bogans, skjøld, svørð og hervápn. Sela. Fullur av ljósi og dýrd gongur Tú fram á hinum ævigu fjøllum. Menninir við sterkum hjarta vórðu fongur, teir sova svøvn sín; allir hinir veldigu kappar vóru noyddir at lata hendur lúta. Av hóttan Tíni, Gud Jákups, sovnaðu teir fast, bæði vagnur og hestur. Tú øgiligur ert Tú; hvør kann verða standandi fyri Tær, táið Tú verður vreiður! Úr Himli lætst Tú hoyrast dóm Tín, jørðin ræddist og tagnaði táið Gud reistist til dóm, at frelsa øll eyðmjúk á jørðini. Sela. Tí vreiði menniskjans verður Tær til prís; Tú eigur enn størri vreiði at gyrða Teg við! Gerið lyfti, og haldið HARRANUM Gudi tykkara tað, ið tit lova! Øll, ið rundan um Hann eru, skulu koma við gávum til hin øgiliga. Hann kúgar stolta anda høvdinganna; øgiligur er Hann kongunum á jørðini. SÁLMUR Til songmeistaran. Til jedutun. Eftir Asaf. Sálmur. Eg rópi hart til Gud, hart til Gud, og hann hoyrir meg. Tann dag eg eri í neyð, søki eg Harran; hond mín er rætt út um náttina og troyttast ikki, sál mín vil ikki lata seg troysta. Eg minnist Gud og gevi meg; eg suffi, andi mín ørmaktast. Sela. Tú heldur eygu míni vakin; eg havi ikki frið á mær og eri málleysur. Eg hugsi um farnar dagar, minnist árini, ið langt síðani eru farin. Eg minnist streingjaleik mín um náttina; eg grundi í hjartanum, og andi mín granskar. Man Harrin tá fara at vraka í allar ævir og aldri aftur vísa náði? Er tað við alla úti við miskunn Hansara? Er lyfti Hansara til ævigar tíðir vorðið til einkis? Hevur Gud gloymt at vera náðigur? Hevur Hann í vreiði latið hjarta Sítt aftur? Sela. Eg sigi: Hetta er tað, ið meg pínir, at høgra hond hins Hægsta er ikki sum áður. Eg skal prísa verkum HARRANS; tí eg minnist undur Tíni frá forðum. Og eg hugsi um alt verk Títt, grundi á øll stórverk Tíni. Gud, vegur Tín er í heilagleika! Hvør er Gud, so stórur sum Gud! Tú ert tann Gud, sum ger undur, Tú hevur gjørt styrki Tína kenda millum fólkini. Við armi Tínum loysti Tú út fólk Títt, børn Jákups og Jósefs. Sela. Vøtnini sóu Teg, Gud, vøtnini sóu Teg og ringdust í angist, ja, avgrundirnar skulvu; skýggini lótu falla streymar av vatni, himlarnir lótu hoyrast rødd sína, pílar Tínir flugu higar og hagar; tora Tín ljóðaði í ódnarstorminum, snarljós lýstu upp jarðarríki; jørðin pipraði og skalv. Leið Tín lá gjøgnum havið, gøtur Tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki. Tú leiddi fólk Títt sum fylgi við hond Mósesar og Árons. SÁLMUR Songur. Eftir Asaf. Lurta eftir læru míni, fólk mítt, boyggið oyru tykkara til orð muns míns! Eg lati upp munnin við fyrndarorðum, seti fram gátur frá gomlum tíðum. Tað, ið vit hava hoyrt og vita, tað, ið fedrar okkara hava sagt okkum, dylja vit ikki fyri børnum teirra, men siga hinum komandi ættarliði frá heiður og veldi HARRANS og frá undrunum, ið Hann hevur gjørt. Hann hevur í Jákupi reist vitnisburð og givið lóg í Ísrael, sum Hann segði við fedrar okkara, at teir skuldu lata børn síni vita, so at komandi ættarlið kundi kenna tað, og børn, ið fødd skuldu verða, kundu stíga fram og siga børnum sínum frá tí og seta vón sína á Gud og ikki gloyma verk Guds, men halda boð Hansara, og ikki bregða til fedrarnar, sum vóru ólýðin ætt, ið setti seg ímóti Gudi, ætt, ið ikki gjørdi hjarta sítt fast, men sum í anda sínum var Gudi ótrúgv. Børn Efra'ims, hinir vápnaðu bogamenn, hildu undan orrustudagin; teir hildu ikki sáttmála Guds og sýttu at fylgja lóg Hansara; verk Hansara gloymdu teir, undrini, ið Hann hevði latið teir sæð. Fyri eygum fedra teirra hevði Hann gjørt undur í Egyptalandi, á Zoansmark. Hann kleyv havið og leiddi tey yvirum, læt vatnið standa sum vegg; Hann leiddi tey við skýnum um dagin, við eldskini alla náttina. Hann kleyv klettar í oyðimørkini og gav teimum ríkliga at drekka sum av stórum streymum; Hann læt løkir renna út úr klettinum og vatn renna niður sum stórar áir. Men tey syndaðu móti Honum við sama lagi og stóðu hinum Hægsta ímóti í oyðimørkini; Í hjartanum freistaðu tey Gud og kravdu mat, eftir sum tey lysti; tey talaðu móti Gudi og søgdu: ?Er Gud mentur at borðreiða í oyðimørk! Klettin sló Hann, so vatn rann út, og løkir streymaðu; man Hann eisini kunna geva breyð, man Hann kunna fáa fólki Sínum kjøt!? Hetta hoyrdi HARRIN, og Hann varð vreiður, eldur tendraðist móti Jákupi, ja, vreiði reisti seg móti Ísrael, fyri tað at tey trúðu ikki Gudi og litu ikki á frelsu Hansara. Og Hann gav skýggjunum í erva boð og læt upp portur himmalsins, læt manna regna niður yvir tey til føði, gav teimum himmalkorn; menniskju fingu einglabreyð at eta, Hann sendi teimum mat at metta seg við. Hann reisti eystanvindin á himli, leiddi sunnanvindin fram við mátti Sínum; kjøt læt Hann regna niður yvir tey sum dust, veingjaðar fuglar sum sjóvarsand, læt teir falla beint niður yvir tilhald Sítt, rundan um bústaðir Sínar. Og tey ótu seg ov mett; tað, ið tey ynsktu sær, læt Hann tey fáa. Men áðrenn tey tevsaðust meðan maturin enn var í munni teirra reistist vreiði Guds móti teimum, og Hann drap sterku menn teirra, sló niður unglingar Ísraels. Og tó syndaðu tey við sama lagi og trúðu ikki á undur Hansara. Tí læt Hann dagar teirra svinna burt í tómleika og ár teirra í ræðslu. Táið Hann sló tey niður, søktu tey Hann, vendu við og spurdu eftir Gudi, mintust, at Gud var klettur teirra, og at Gud hin hægsti var tann, ið loysti tey út. Men tey hyklaðu fyri Honum við munni sínum, lugu fyri Honum við tunguni; hjørtu teirra hildu ikki fast við Hann, og tey vóru ikki sáttmála Hansara trúgv. Men Hann, Hann er miskunnsamur, Hann fyrigevur misgerð og oyðir ikki; ferð eftir ferð stillaði Hann vreiði Sína og slepti ikki alla bræði Sína leysa; Hann mintist, at tey vóru hold, andablástur, ið svinnur og kemur ikki aftur. Hvussu mangan stóðu tey ikki Honum ímóti í oyðimørkini, voldu Honum sorg á hinum oydnu støðum! Og uppaftur freistaðu tey Gud, ivaðust um hin Heilaga Ísraels. Tey mintust ikki hond Hansara, tann dag Hann fríaði tey frá fíggindanum, táið Hann gjørdi tekin Síni í Egyptalandi, undur Síni á Zoansmark, táið Hann gjørdi áir teirra til blóð, so tey fingu ikki drukkið úr rennandi vøtnum sínum, táið Hann sendi mýggjabitar ímóti teimum at eta tey, og froskar, sum oyddu tey, táið Hann gav gnagaranum grøði teirra, grashoppuni alt heyst teirra, táið Hann sló víntrø teirra niður við heglingi, morberjatrø teirra við heglingssteinum, táið Hann gav heglinginum fæ teirra og snarljósunum fylgi teirra. Hann slepti brennandi vreiði Sína leysa móti teimum, sinnismun, bræði og neyð, skara av vanlukkueinglum. Hann breyt vreiði Síni veg, spardi ikki sál teirra frá deyðanum, gav pestinum lív teirra. Allar hinar frumbornu í Egyptalandi sló Hann, frumgróðurin av kraftini í tjøldum Kams. Og Hann læt fólk Sítt fara avstað sum seyðaflokk, leiddi tey sum fylgi í oyðimørkini, leiddi tey trygg, óttaleys; men havið legði yvir fíggindar teirra. Hann leiddi tey til heilaga land Sítt, til fjallið, ið høgra hond Hansara hevði vunnið; Hann rak burtur fólkasløg fyri teimum og læt land teirra falla teimum í lut sum arv, læt ættir Ísraels búgva í tjøldum teirra. Og tó freistaðu tey Gud hin hægsta og stóðu Honum ímóti, tey løgdu ikki í vitnisburðir Hansara; tey fullu frá og vóru trúleys sum fedrar teirra vendu við sum bogi, ið svíkur; tey vaktu vreiði Hansara við offurheyggjum sínum, eggjaðu Hann við avgudum sínum. Hetta hoyrdi Gud og ilskaðist, Honum leiddist stórliga við Ísrael; Hann fór úr bústaði Sínum í Silo, tjaldinum, ið Hann hevði reist Sær millum menniskjuni; Hann læt styrki Sína verða leidda burtur sum fangar, gav prýði Sítt í fíggindahond, gav svørðinum fólk Sítt og varð illur við arv Sín; eldur át hinar ungu menn teirra, og gentur teirra fingu ongan brúdleypssong; prestar teirra fullu fyri svørði, og einkjur teirra hildu onga sorgarhátíð. Tá vaknaði Harrin sum ein, ið hevur sovið, sum kappi, ið er kátur av víni, og Hann rak fíggindar Sínar aftur, gjørdi teir til skammar í allar ævir. Men Honum leiddist við tjøld Jósefs, ætt Efra'ims útvaldi Hann ikki; nei, Hann útvaldi ætt Juda, Zionsfjall, sum Hann elskar. Og Hann reisti halgidóm Sín høgan sum himmalin, fastan sum jørðina, ið Hann hevur grundfest í allar ævir. Hann útvaldi Dávid, tænara Sín, og tók hann úr seyðabyrgjunum; frá lambónum tók Hann hann at røkta Jákup, fólk Sítt, Ísrael, arvalut Sín. Og hann røktaði tey við sonnum hjarta, leiddi tey við kønari hond. SÁLMUR Sálmur. Eftir Asaf. Gud! Heidningar hava brotið seg inn í arv Tín, teir hava dálkað heilaga tempul Títt, teir hava gjørt Jerúsalem til grótrúgvur; teir hava givið fuglum himmalsins lík tænara Tína at eta, hinum villu dýrum kjøtið av hinum heiløgu Tínum; blóð teirra hava teir úthelt sum vatn rundan um Jerúsalem, og eingin var, sum jarðaði teir. Grannum okkara eru vit vorðin til háð, teimum, ið rundan um okkum búgva, til spott og spæ. Hvussu leingi fert Tú at vera illur, HARRI? Í allar ævir? Hvussu leingi skal vreiði Tín loga sum eldur? Hell út vreiði Tína yvir heidningarnar, ið ikki kenna Teg, yvir ríkini, ið ikki ákalla navn Títt! Tí tey hava etið upp Jákup og lagt bústað hansara í oyði. Tilrokna okkum ikki misgerðir forfedra okkara! Lat miskunn Tína snarliga koma ímóti okkum, tí vit eru ógvuliga illa stødd! Hjálp okkum, Frelsugud okkara, fyri dýrdar navns Tíns skuld, fría okkum, fyrigev okkum syndir okkara fyri navns Tíns skuld! Hví skulu heidningarnir siga: ?Hvar er Gud teirra!? Lat verða sannað fyri eygum okkara millum heidningarnar, at blóð tænara Tína, sum úthelt er, verður hevnt! Lat suff hins bundna koma fyri ásjón Tína, lat eftir styrki arms Tíns børn deyðans sleppa at liva! Lat sjeyfalda afturløning ráma grannar okkara, aftur fyri háðið, ið teir hava háðað Teg við, Harri! Men vit, fólk Títt og fylgið, ið Tú røktar, vit skulu takka Tær í allar ævir, kunngera prís Títt mann eftir mann. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir liljum. Vitnisburður. Eftir Asaf. Sálmur. Lurta eftir, Tú hirði Ísraels, Tú, ið leiðir Jósef sum fylgi! Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum, opinbera Teg í dýrd! Vek upp veldi Títt at ganga undan Efra'im, Benjamin og Manasse, og kom okkum til hjálpar! Gud, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst! HARRI Gud, Gud herskaranna, hvussu leingi fert Tú at vera vreiður, tó at fólk Títt biður? Tú hevur givið okkum tárabreyð at eta og tár at drekka í floytifullum máli. Tú hevur gjørt okkum grannum okkara til trætievni, fíggindar okkara háða okkum. Gud, Gud herskaranna, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst! Víntræ flutti Tú úr Egyptalandi, Tú rakst burt heidningar og plantaði tað; Tú ruddaði tí stað, og tað festi røtur og fylti landið; fjøll vórðu fjald av skugga tess, sedristrø Guds av greinum tess; tað strekti greinar sínar líka at havinum, kvistar sínar at ánni. Hví hevur Tú rivið niður garðarnar um tað, so hvør ferðamaður hentar av tí? Svínið úr skóginum gnagar tað, dýrini á markini eta tað upp. Gud, Gud herskaranna, kom aftur, hygg niður av himli og síggj, tak Tær av hesum víntræi, av tí, ið høgra hond Tín hevur plantað, syninum, ið Tú hevur útvalt Tær! Tað er brent í eldi, tað er umhøgt; av hóttan andlits Tíns ganga tey til grundar. Halt hond Tína yvir manninum, ið er við høgru hond Tína, yvir menniskjasyninum, ið Tú hevur útvalt Tær! So víkja vit ikki frá Tær; ger okkum livandi aftur, so ákalla vit navn Títt! HARRI Gud, Gud herskaranna, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir gittit. Eftir Asaf. Fegnist fyri Gudi, styrki okkara, latið hoyrast gleðiróp fyri Gudi Jákups! Byrjið song, og latið trummuna ljóða, hin vakra sitaran saman við hørpuni! Blásið í horn sólkomudagin, og táið fullmáni er, hátíðardag okkara! Tí tað er Ísrael lóg, Gudi Jákups rættur. Tað setti Hann til vitnisburð í Jósefi, táið hann fór út av Egyptalandi. Eg hoyrdi talu, ið var mær nýggj: ?Eg lyfti byrðina av herðum hansara, og hendur hansara sluppu frá at bera kurvina. Í neyðini rópti tú, og Eg frelsti teg; Eg svaraði tær, fjaldur í toruskýnum, Eg royndi teg við Meribavøtn.? Sela. ?Hoyr, fólk Mítt, Eg skal vitna fyri tær! Ísrael, hevði tú viljað lurtað eftir Mær! Fremmandur gudur má ikki finnast hjá tær, tú mást ikki tilbiðja gud útlendingsins. Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi; lat munnin vítt upp, so Eg fái fylt hann! Men fólk Mítt vildi ikki hoyra rødd Mína, Ísrael vildi ikki akta Meg. So læt Eg tey fara við harða hjarta teirra, tey sluppu at ganga eftir egnum ráðum. Á, hevði fólk Mítt viljað lurtað eftir Mær, hevði Ísrael viljað gingið á leiðum Mínum! Skjótt skuldi Eg tá eyðmýkt fíggindar teirra og vent hond Míni móti óvinum teirra. Tey, ið hata HARRAN, skuldu lifrað fyri teimum, og tíð teirra skuldi vart ævigt. Eg skuldi føtt tey við bestu hveiti, mettað tey við hunangi úr klettinum.? SÁLMUR Sálmur. Eftir Asaf. Gud stígur fram í samkomu Guds, mitt ímillum gudar heldur Hann dóm: ?Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?? Sela. ?Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían! Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu! Men teir skilja einki og sansa einki, teir ganga í myrkri; allir grundvøllir jarðarinnar riða. Eg havi sagt: ?Tit eru gudar, tit eru allir synir hins Hægsta.? Men sanniliga, sum menniskju skulu tit doyggja, og sum ein av høvdingunum skulu tit falla!? Reis Teg, Gud, døm jørðina, tí við arvarætti ræður Tú yvir øllum fólkunum! SÁLMUR Songur. Sálmur. Eftir Asaf. Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud! Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum. Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir; teir siga: ?Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!? Ja, í felagsskapi leggja teir ráð og gera sáttmála móti Tær, tjøld Edoms og Ísmaelitar, Móab og Hagritar, Gebal, Ammon, Amalek, Filistaraland saman við teimum, sum búgva í Týrus; Assur við er farin í lag við teimum, teir eru vorðnir børnum Lots ein armur. Sela. Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jabin við Kisonsløk! Teir vórðu oyddir við En-Dor, vórðu tøð á markini. Lat gangast teimum, fremstu monnum teirra, sum Oreb og Ze'eb, øllum høvdingum teirra sum Zeba og Zalmunna, teimum, ið siga: ?Latið okkum taka okkum bústaðir Guds í ogn!? Gud mín, lat teir verða sum leyvið, ið fýkur, sum dumbu fyri vindinum! Sum eldur brennir skóg, og sum login ger fjøllini til bál, rek Tú teir soleiðis við stormi Tínum, ræð teir við harðveðri Tínum! Fyll andlit teirra við skomm, so teir søkja navn Títt, HARRI! Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar! Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN, hin hægsti yvir allari jørðini! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir gittit. Eftir synir Kora. Sálmur. Hvussu elskuligir eru ikki bústaðir Tínir, HARRI Gud herskaranna! Sál míni leingist, ja, hon tráar eftir forgørðum HARRANS; hjarta mítt og hold mítt rópa av gleði móti hinum livandi Gudi. Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín! Sæl eru tey, sum búgva í húsi Tínum; tey skulu altíð lova Tær. Sela. Sælur er tann, ið hevur styrki sína í Tær, og sum hevur hjartað vent til hinar beinu leiðir. Táið tey fara gjøgnum bakadalin*, gera tey hann til kelduríkt stað, ja, heystregnið leggur signing yvir hann. Frá kraft til kraft ganga tey; tey stíga fram fyri Gud á Zion. HARRI Gud, Gud herskaranna, hoyr bøn mína, lurta eftir, Tú Gud Jákups! Sela. Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns! Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum. Tí Gud HARRIN er sól og skjøldur, HARRIN gevur náði og heiður; einki gott sýtir Hann teimum, sum liva í sakloysi. HARRI Gud herskaranna, sælur er tann, ið lítur á Teg! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur. HARRI! Fyrr vart Tú landi Tínum náðigur, Tú vendi lagnu Jákups; Tú tókst burtur skyld fólks Tíns, fjaldi alla synd teirra. Sela. Tú lætst alla vreiði Tína fara, lætst brennandi vreiði Tína halda uppat. Vend við aftur, Frelsugud okkara, gev uppat at hava nakað ímóti okkum! Fert Tú at vera illur við okkum í allar ævir? Fert Tú at lata vreiði Tína halda á mann eftir mann? Fert Tú ikki at gera okkum livandi aftur, so fólk Títt fær glett seg í Tær? Lat okkum síggja náði Tína, HARRI, og gev okkum frelsu Tína! Eg fari at lurta, hvat Gud HARRIN sigur; vissuliga talar Hann frið við fólk Sítt og við hini heiløgu Síni og við tey, ið venda hjartað til Hansara. Ja, frelsa Hansara er teimum nær, sum óttast Hann; skjótt skal heiður búgva í landi okkara; náði og sannleiki skulu møtast, rættferð og friður kyssast; sannleiki skal vaksa upp av jørðini, og rættferð skal skoða niður av himli. Aftrat hesum skal HARRIN geva tað, ið gott er, og land okkara skal geva grøði sína; rættferð skal ganga undan Honum og altíð fylgja í fótasporum Hansara. SÁLMUR Bøn. Eftir Dávid. Boygg oyrað, HARRI, og svara mær, tí eg eri armur og fátækur! Varða sál mína, tí eg æri Teg, frels tænara Tín, Tú, Gud mín, hann, ið lítur á Teg! Ver mær náðigur, Harri, tí til Tín rópi eg allan dagin! Gleð sál tænara Tíns, tí til Tín, Harri, lyfti eg sál míni! Tí Tú, Harri, ert góður og til reiðar at fyrigeva, ríkur í náði móti øllum, ið ákalla Teg! Lurta eftir bøn míni, HARRI, lýð á bønandi rødd mína! Tann dag eg eri í neyð, rópi eg til Tín, tí Tú svarar mær. Eingin er sum Tú millum gudarnar, Harri, og einki er sum verk Tíni! Heidningarnir, ið Tú hevur skapt, skulu allir koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni, Harri, og teir skulu æra navn Títt. Tí Tú ert stórur, og Tú gert undur, eingin er Gud uttan Tú. Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt! Eg skal prísa Tær, Harri Gud mín, av øllum hjarta mínum! Í allar ævir skal eg æra navn Títt. Tí stór er náði Tín yvir mær, og Tú hevur fríað sál mína úr djúpi deyðaríkisins. Frekir hava reist seg móti mær, Gud, flokkur av yvirgangskroppum liggur mær eftir lívinum! Teg hava teir ikki fyri eyga. Men, Harri, Tú ert miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í náði og sannleika. Vend Tær til mín og ver mær náðigur! Gev tænara Tínum styrki Tína, frels son tænastukvinnu Tínar! Unn mær tekin fyri góðsku Tína, so fíggindar mínir kunnu síggja tað og verða til skammar, tí Tú, HARRI, hjálpir mær og troystar meg! SÁLMUR Eftir synir Kora. Sálmur. Songur. Staðurin, ið Hann hevur grundfest, stendur á hinum heiløgu fjøllum. HARRIN elskar portur Zions fram um allar bústaðir Jákups. Dýrt er tað, ið sagt er um teg, tú staður Guds! Sela. ?Eg nevni Rahab og Bábel millum teirra, ið kenna Meg, somuleiðis Filistaraland, Týrus og Etiopia; hesi eru fødd har.? Og um Zion skal verða sagt: ?Hvør ein er føddur har.? Og Hann, hin Hægsti, ger tað fast. HARRIN skal telja soleiðis, táið fólkini verða uppskrivað: ?Hesi eru fødd har.? Sela. Og syngjandi og dansandi siga tey: ?Allar keldur mínar eru í Tær!? SÁLMUR Songur. Sálmur. Eftir synir Kora. Til songmeistaran. Eftir mahalat leannot. Songur. Eftir Heman Ezra'it. HARRI, Frelsugud mín! Eg kalli um dagin, og um náttina kemur róp mítt fyri Teg. Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, boygg oyrað til róp mítt! Tí sál mín er mett av vanlukkum, og lív mítt er komið deyðaríkinum nær. Eg verði roknaður javnt við tey, sum fara niður í grøvina; eg eri vorðin sum ein, ið tað er úti við, kastaður millum hini deyðu, líkur falnum, ið liggja í grøvini, sum Tú ikki minnist longur, tí teir eru rivnir Tær úr hond. Tú hevur lagt meg niðast í grøvina, niður í myrkrið, í avgrundir. Tung hvílir vreiði Tín á mær, allar bylgjur Tínar lætst Tú leggja yvir meg. Sela. Tú hevur rikið kunningar mínar langt burtur frá mær, gjørt meg andstyggiligan fyri teimum; eg eri innistongdur, sleppi ikki út. Eyga mítt er kámt av neyð; hvønn dag havi eg rópt til Tín, HARRI, og rætt hendur mínar móti Tær. Manst Tú tá gera undur fyri deyð, munnu skuggar fara at rísa upp og takka Tær! Sela. Man verða tosað í grøvini um náði Tína, í avgrundini um trúfesti Tína! Munnu undur Tíni vera kend í myrkrinum, rættferð Tín í landi gloymskunnar! Men eg, HARRI, eg rópi til Tín, og um morgunin kemur bøn mín ímóti Tær! Hví koyrir Tú sál mína frá Tær, HARRI, hví fjalir Tú ásjón Tína fyri mær? Armur eri eg og doyggjandi líka frá ungdóminum; eg beri ræðslur Tínar, eg má missa mótið. Vreiðilogar Tínir ganga yvir meg, ræðslur Tínar forkoma mær; sum vatn eru tær rundan um meg allan dagin, tær kringseta meg, allar sum tær eru. Vin og næsta hevur Tú rikið langt burtur frá mær; í staðin fyri kunningar mínar havi eg nú myrkrið. SÁLMUR Songur. Eftir Etan Ezra'it. Um náði HARRANS skal eg syngja til ævigar tíðir, mann eftir mann skal muður mín kunngera trúfesti Tína. Tí Tú hevur sagt: ?Náði verður bygd upp til ævigar tíðir.? Í Himli hevur Tú grundfest trúfesti Tína. [Tú sigur:] ?Eg havi gjørt sáttmála við hin útvalda Mín, Eg havi svorið Dávidi, tænara Mínum: Til ævigar tíðir skal Eg grundfesta avkom títt, mann eftir mann skal Eg byggja hásæti títt.? Sela. Og Himmalin prísar undurverkum Tínum, HARRI; trúfesti Tín verður prísað í samkomu hinna heiløgu. Tí hvør í Himli kann metast javnt við HARRAN, hvør av sonum Guds er HARRANUM líkur øgiligur Gud í loynda ráði hinna heiløgu, øllum teimum stórur og ræðuligur, sum rundan um Hann eru! HARRI Gud herskaranna, hvør er sum Tú! Sterkur er HARRIN, og trúfesti Tín er rundan um Teg. Tú ert tann, ið ræður yvir hugmóði havsins; táið aldur tess reisast, stillar Tú tær. Tú hevur sorað sundur Rahab sum feldan hermann, spjatt fíggindar Tínar við veldigum armi. Tín er himmalin, og Tín er jørðin, Tú grundfesti jarðarríki og alt tað, sum í tí er. Norður og suður skapti Tú, Tabor og Hermon rópa av gleði um navn Títt. Tú hevur arm við veldi; sterk er hond Tín, høg er høgra hond Tín. Rættferð og rættur er grundvøllur hásætis Tíns, náði og sannleiki standa fyri ásjón Tíni. Sælt er fólkið, ið kennir fagnaðarróp; HARRI, í ljósi andlits Tíns skulu tey ganga. Í navni Tínum skulu tey gleðast allan dagin, og við rættferð Tíni skulu tey koma at sita høgt. Tí Tú ert prýði styrki teirra, og við góðsku Tíni lyftir Tú horni okkara. Tí HARRIN er skjøldur okkara, hin Heilagi Ísraels er kongur okkara. Ta ferðina talaði Tú í sjón við hini heiløgu Tíni og segði: ?Eg havi lagt hjálp í hondina á einum veldigum, Eg havi gjørt unglinga av fólkinum høgan; Eg havi funnið Dávid, tænara Mín, Eg havi salvað hann við heiløgu olju Míni. Hond Mín skal altíð vera við honum, og armur Mín skal geva honum styrki. Eingin fíggindi skal óvart koma á hann, og eingin órættvísur skal kúga hann; nei, Eg skal sora fíggindar hansara fyri ásjón hansara og heimsøkja teir, ið hata hann. Við honum skal trúfesti og náði Mín vera, og í navni Mínum skal horn hansara verða høgt. Havið skal Eg leggja undir hond hansara, streymarnar undir høgru hond hansara. Hann skal kalla Meg: ?Faðir mín, Gud mín og frelsuklettur mín!? Eg geri hann til hin frumborna, hægstan av kongunum á jørðini; til ævigar tíðir skal Eg lata náði Mína móti honum standa við, og sáttmáli Mín við hann skal standa fastur; Eg lati avkom hansara standa til ævigar tíðir, hásæti hansara, so leingi sum himmalin er til. Svíkja synir hansara lóg Mína, og ganga teir ikki eftir boðum Mínum, bróta teir fyriskipanir Mínar, og halda teir ikki tað, ið Eg havi boðið, so skal Eg heimsøkja synd teirra við sløgum, misbrot teirra við plágum; men náði Mína taki Eg ikki frá honum, og trúfesti Mína svíki Eg ikki; Eg bróti ikki sáttmála Mín og broyti ikki tað, ið varrar Mínar hava talað. Eitt havi Eg svorið um heilagleika Mín sanniliga, Eg skal ikki lúgva fyri Dávidi: Avkom hansara skal verða verandi í allar ævir, og hásæti hansara sum sólin fyri ásjón Míni; sum mánin skal tað standa til ævigar tíðir og vitnið í Himli er trúfast!? Sela. Men nú hevur Tú vrakað og havnað, Tú ert vorðin illur við hin salvaða Tín; sáttmálan við tænara Tín hevur Tú rist av Tær, krúnu hansara hevur Tú vanhalgað og kastað hana til jarðar. Tú hevur rivið niður allar múrar hansara og gjørt virki hansara til grótrúgvur. Hvør ferðamaður rænir frá honum, hann er vorðin grannum sínum til spott. Høgru hond óvina hansara hevur Tú gjørt høga, Tú hevur glett allar fíggindar hansara. Svørð hansara lætst Tú víkja og heltst honum ikki uppi í stríðnum. Tú gjørdi enda á allari dýrd hansara og stoytti hásæti hansara til jarðar, stytti ungdómsdagar hansara og sveipaði hann í skomm. Sela. Hvussu leingi fert Tú at fjala Teg, HARRI? Í allar ævir? Hvussu leingi skal vreiði Tín loga sum eldur? Minst tó, hvussu stutt lív mítt er, minst tómleikan, ið Tú hevur skapt hvørt menniskjabarn til! Hvør er maðurin, ið sleppur at liva og fær ikki deyðan at síggja! Hvør bjargar sál síni undan valdi deyðaríkisins! Sela. HARRI, hvar eru náðiverk Tíni frá forðum, sum Tú við eiði lovaði Dávidi í trúfesti Tíni? HARRI, minst skommina, ið liggur yvir tænarum Tínum, at eg má bera í fanginum spottið frá øllum hinum mongu fólkum, at fíggindar Tínir háða, HARRI, at teir háða fótaspor hins salvaða Tíns! -------- Lovaður veri HARRIN í allar ævir! Amen, amen! IV SÁLMUR Bøn. Eftir gudsmannin Móses. HARRI, Tú hevur verið bústaður okkara mann eftir mann! Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud! Menniskjað gert Tú aftur til dust; Tú sigur: ?Vendið við aftur, tit menniskjabørn!? Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka. Tú skolar tey burt, tey verða sum svøvnur. Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør; um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt. Tí við vreiði Tíni svinna vit burtur, og við bræði Tíni verða vit rykt burtur við ræðslu. Misgerðir okkara hevur Tú sett Tær fyri eyga, duldu synd okkara í ljós andlits Tíns. Tí allir dagar okkara svinna burt í vreiði Tíni; vit hava livað ár okkara at enda sum eitt suff. Lív okkara varir ár ella ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað. Hvør kennir styrki vreiði Tínar, og bræði Tína, soleiðis sum ein eigur at óttast Teg! At telja dagar okkara lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað! Vend við, HARRI! Hvussu leingi? Tykst synd í tænarum Tínum! Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara! Gleð okkum, so mangar dagar sum Tú hevur eyðmýkt okkum, so mong ár sum vit hava liðið ilt! Lat verk Títt opinberast tænarum Tínum og dýrd Tína yvir børnum teirra! Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú! SÁLMUR Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN: ?Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!? Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti; við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd. Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin, ei pestin, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin. Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg; tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína. ?Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt? [sigur tú]. Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín; teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær. Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum; teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti; á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar. ?Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt; hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður; við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.? SÁLMUR Sálmur. Songur sabbatsdagin. Tað er gott at takka HARRANUM, syngja navni Tínum lov, Tú hin Hægsti, um morgunin kunngera náði Tína, um náttina trúfesti Tína, við tíggjustreingjaðum sitara og við hørpu, við streingjaleiki á sitara. Tí Tú hevur glett meg við verki Tínum, HARRI, eg rópi av gleði um tað, ið hendur Tínar hava gjørt. Hvussu stór eru ikki verk Tíni, HARRI! Sára djúpar eru hugsanir Tínar! Skilaleysur maður fatar tað ikki, dárin skilir ikki slíkt. Táið gudleys grógva sum grasið, og øll tey, ið gera órætt, blóma, so er tað bert til at verða oydd við alla. Men Tú ert høgur til ævigar tíðir, HARRI! Tí fíggindar Tínir, HARRI, ja, fíggindar Tínir, teir ganga til grundar; øll, ið gera órætt, verða sundurspjadd. Tú lyftir horn mítt sum horn villtarvsins, Tú hellir feska olju út yvir meg. Og eyga mítt hyggur við frøi á fíggindar mínar, oyra mítt hoyrir við gleði um hinar óndu, ið reisa seg móti mær. Hin rættvísi grør sum pálmin, hann veksur sum sedristræið á Libanon; tey eru plantað í húsi HARRANS, grógva í forgørðum Guds okkara; enntá gráhærd bera tey ávøkst, tey eru sevjurík og grøn, til at vitna, at HARRIN er rættvísur, Hann, klettur mín, Hann, sum eingin órættur er hjá. SÁLMUR HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, Hann hevur latið Seg í dýrd, gyrt Seg við styrki; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki. Fast er hásæti Títt frá forðum; frá ævunum ert Tú. Streymarnir lótu hoyrast, HARRI, streymarnir lótu hoyrast rødd sína, streymarnir lótu hoyrast dun sítt. Men veldigur er HARRIN á hæddini, meir enn dunið av hinum stóru, hinum veldigu vøtnum, meir enn havsbrotini. Vitnisburðir Tínir eru fult álítandi heilagleiki sømir húsi Tínum, HARRI, so leingi sum dagarnir vara. SÁLMUR Tú Hevndargud, HARRI, Tú Hevndargud, stíg fram í dýrd! Reis Teg, Tú dómari jarðar, lat hini hugmóðigu fáa aftur tað, ið tey hava gjørt! Hvussu leingi skulu gudleys, HARRI, hvussu leingi skulu gudleys frøa seg? Tey goysa frek orð úr sær, tey fetta sær, øll, ið gera órætt. Fólk Títt, HARRI, kúga tey, og arv Tín plága tey; einkjuna og hin fremmanda drepa tey, faðirleys myrða tey. Og tey siga: ?HARRIN sær ikki, Gud Jákups aktar ikki eftir tí!? Skiljið tó, tit býttlingar millum fólkið! Og tit dárar, nær fara tit at verða klókir? Hann, ið plantaði oyrað, man Hann ikki hoyra! Hann, ið skapti eygað, man Hann ikki síggja! Hann, ið tyktar heidningarnar, man Hann ikki straffa, Hann, sum gevur menniskjunum vit! HARRIN kennir tankar menniskjanna, Hann veit, at teir eru fáfongd. Sælur er tann maður, ið Tú, HARRI, revsar og gevur lærdóm av lóg Tíni, fyri at geva honum frið fyri óndum døgum, inntil grøv verður grivin hinum gudleysa. Tí HARRIN vrakar ikki fólk Sítt og svíkur ikki arv Sín. Nei, hin rættvísi fær rætt sín aftur, hvør sannhjartaður hevur framtíð. Hvør reisir seg at verja meg móti hinum óndu? Hvør hjálpir mær móti teimum, ið gera órætt? Var ikki HARRIN hjálp mín, so búði skjótt sál mín í deyðatøgn! Táið eg hugsaði: ?Nú ekur fótur mín!? tá styðjaði náði Tín meg, HARRI! Táið hjarta mítt var fult av óttafullum hugsanum, lívgaði troyst Tín sál mína. Manst Tú standa í sáttmála við dómstól spillunnar, har sum teir skapa órætt undir eiti av rætti! Í flokkum taka teir seg saman móti sál hins rættvísa, og teir dómfella sakleyst blóð. Men HARRIN verður mær borg, Gud mín verður mær skýlisklettur; Hann letur órætt teirra koma aftur yvir teir, forkemur teimum fyri óndskap teirra, ja, HARRIN Gud okkara forkemur teimum! SÁLMUR Komið, latið okkum fegnast fyri HARRANUM, rópa av gleði fyri frelsukletti okkara! Latið okkum við tøkk stíga fram fyri ásjón Hansara, rópa av gleði fyri Honum við sálmum! Tí HARRIN er veldigur Gud, kongur, stórur yvir øllum gudum; í hond Hansara eru jarðardjúpini; fjallatindarnir eru Hansara; havið er Hansara, Hann hevur skapt tað; og hendur Hansara hava gjørt turrlendið. Komið, latið okkum falla niður og boyggja okkum, latið okkum falla á knæ fyri HARRANUM, skapara okkara! Tí Hann er Gud okkara, og vit eru fólkið, ið Hann røktar, fylgið, ið hond Hansara leiðir. Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Hansara! Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hina ferðina við Massa í oyðimørkini, táið fedrar tykkara freistaðu Meg, táið teir royndu Meg, teir, sum tó høvdu sæð verk Mítt! Í ár beyð tann ættin Mær ímóti, og Eg segði: ?Tey eru fólk við vilstum hjarta, tey kenna ikki vegir Mínar!? So svór Eg í vreiði Míni: ?Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!? SÁLMUR Syngið HARRANUM nýggjan song! Syng fyri HARRANUM, øll jørðin! Syngið fyri HARRANUM og lovið navni Hansara, kunngerið dag eftir dag frelsu Hansara! Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara! Tí HARRIN er stórur og hálovaður; øgiligur er Hann yvir øllum gudum. Tí allir gudar tjóðanna eru einki, men HARRIN er tann, ið hevur gjørt himmalin. Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og prýði eru í halgidómi Hansara. Gevið HARRANUM, tit fólkaættir, gevið HARRANUM heiður og prís! Gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið í forgarðar Hansara! Tilbiðið HARRAN í heiløgum prýði! Skelv fyri ásjón Hansara, øll jørðin! Sigið millum fólkasløgini: ?HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki; við rættvísi dømir Hann fólkini.? Himmalin gleðist, jørðin fegnist! Havið brúsi, og alt, sum í tí er! Markin frøi seg, og alt, ið henni er á! Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum fyri ásjón HARRANS; tí Hann kemur, Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkini í trúfesti Síni. SÁLMUR HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; jørðin fegnist, hinar mongu oyggjar gleðist! Skýggj og myrkur eru rundan um Hann, rættferð og rættur eru grundvøllir hásætis Hansara. Eldur gongur undan Honum og logar millum fíggindar Hansara. Snarljós Hansara lýsa upp jarðarríki; jørðin sær tað og nøtrar; fjøllini bráðna sum vaks fyri ásjón HARRANS, fyri Harranum yvir allari jørðini. Himlarnir kunngera rættvísi Hansara, og øll fólkasløg síggja heiður Hansara. Til skammar verða øll, ið dýrka útskornar myndir, tey, ið eru stolt av avgudum sínum; tilbiðið Hann, allir gudar! Zion hoyrir tað og gleðist, døtur Juda fegnast um dómar Tínar, HARRI! Tí Tú, HARRI, ert hin Hægsti yvir allari jørðini, sára høgt situr Tú yvir øllum gudum! Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa! Hann varðar sálirnar í hinum heiløgu Sínum og fríar tey úr hondum hinna gudleysu. Ljós rennur upp fyri rættvísum, og gleði fyri sannhjartaðum. Gleðið tykkum í HARRANUM, tit rættvísu, lovsyngið heilaga navni Hansara! SÁLMUR Sálmur. Syngið HARRANUM nýggjan song! Tí Hann hevur gjørt undur, Hann hevur vunnið sigur við høgru hond Síni og heilaga armi Sínum. Frelsu Sína hevur HARRIN gjørt kenda, rættferð Sína hevur Hann opinberað fyri eygum fólkanna. Hann mintist náði Sína og trúfesti Sína móti húsi Ísraels; allir endar jarðarinnar hava sæð frelsu Guds okkara. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin, hevja gleðiróp og lovsong, lovsyng HARRANUM við sitara, við sitara og lovsongsljóði, við lúðrum og hornblástri rópið av frøi fyri konginum, HARRANUM! Havið brúsi, og alt, sum í tí er, jarðarríki og tey, sum har búgva, streymarnir klappi saman hendur, fjøllini rópi av gleði øll somul fyri ásjón HARRANS! Tí Hann kemur; Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkasløg við rætti. SÁLMUR HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, fólkini skelva; Hann situr uppi yvir kerúbunum, jørðin piprar. Stórur er HARRIN í Zion, høgur er Hann yvir øllum fólkasløgum. Tey skulu prísa navni Tínum, hinum stóra og øgiliga; heilagur er Hann. Og í styrki Síni elskar kongurin tað, ið rætt er; Tú hevur grundfest rættvísi, Tú hevur gjørt rætt og rættferð í Jákupi. Hálovið HARRANUM Gudi okkara, og kastið tykkum niður fyri fótaskamli Hansara heilagur er Hann! Móses og Áron vóru millum prestar Hansara, og Sámuel millum teir, ið ákallaðu navn Hansara; teir róptu til HARRAN, og Hann svaraði teimum. Í skýstólpanum talaði Hann við teir; teir hildu vitnisburð Hansara og lógina, ið Hann gav teimum. HARRI Gud okkara! Tú svaraði teimum; Tú vart teimum Gud, sum fyrigavst teimum, men eisini hevnari yvir gerðir teirra. Hálovið HARRANUM Gudi okkara, og kastið tykkum niður fyri heilaga fjalli Hansara! Tí heilagur er HARRIN Gud okkara. SÁLMUR Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin! Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum! Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar. Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara! Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann. SÁLMUR Eftir Dávid. Sálmur. Um náði og rætt skal eg syngja; Tær, HARRI, skal eg lovsyngja. Eg skal akta eftir leið hins sakleysa; nær fert Tú at koma til mín? Eg skal ganga í sakloysi hjartans í húsi mínum. Ikki seti eg mær nakað níðingsverk fyri; at gera lógbrot hati eg; slíkt skal ikki sita á mær; hitt falska hjartað skal víkja frá mær; hinum ónda vil eg ikki vita av; tann, ið baktalar næsta sín í loyndum, oyði eg; tann, ið hevur stolt eygu og hugmóðigt hjarta, toli eg ikki; eygu míni hyggja eftir hinum trúføstu í landinum; tey skulu búgva hjá mær; tann, ið gongur leið hins sakleysa, skal vera tænari mín; eingin, ið ger svik, skal búgva í húsi mínum; eingin, ið gongur við lygn, skal verða standandi fyri eygum mínum. Hvønn morgun forkomi eg øllum gudleysum í landinum og oyði soleiðis úr staði HARRANS øll tey, sum gera órætt. SÁLMUR Bøn. Eftir neyðstaddan mann, táið hann ørmaktast og hellir út sorg sína fyri HARRANUM. HARRI, hoyr bøn mína og lat róp mítt koma fyri Teg! Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, tann dag eg eri í neyð! Boygg oyrað til mín, táið eg rópi, skunda Tær at svara mær! Tí dagar mínir svinna sum roykur, liðir mínir brenna sum eldur; hjarta mítt er svidnað sum gras og følnað; tí eg havi gloymt at eta breyð mítt! Meðan eg suffi hart, koma beinini í mær út undir húðina. Eg líkist pelikaninum í oyðimørkini, eg eri sum uglan á oydnum støðum. Um náttina liggi eg vakin og veni meg og eri vorðin sum einsligur fuglur á takinum. Allan dagin spotta fíggindar mínir meg; teir, ið leika óðir móti mær, biðja ilt við navni mínum. Tí eg eti øsku sum breyð og blandi drykk mín við tár; tað kemur av vreiði Tíni, og av tí at Tú ert illur; Tú tókst meg og kastaði meg burtur. Dagar mínir eru sum hallandi skuggi, og sum grasið følni eg burtur. Men Tú, HARRI, Tú situr í hásæti til ævigar tíðir; minnið um Teg varir mann eftir mann. Tú fert at reisa Teg, Tú fert at vísa Zion náði; tí tað er tíð at vísa náði móti tí, ja, tímin er komin. Tí tænarar Tínir elska steinar tess, teir harmast um sanddungarnar har. Og heidningarnir skulu óttast navn HARRANS, allir kongar á jørðini heiður Tín. Tí HARRIN byggir upp Zion, Hann opinberar Seg í dýrd Síni. Hann vendir Sær til bøn hinna hjálparleysu, Hann vanvirðir ikki bøn teirra. Hetta skal verða uppskrivað fyri ættarliðinum, ið kemur, og fólkið, ið føtt skal verða, skal prísa HARRANUM. Tí Hann hevur hugt niður av heiløgu hædd Síni, HARRIN hevur úr Himli skoðað niður á jørðina at hoyra suff fangans og loysa børn deyðans, so navn HARRANS kann verða kunngjørt í Zion, prís Hansara í Jerúsalem, táið tey koma saman, fólkasløgini og ríkini, at tæna HARRANUM. Hann hevur boygt kraft mína á vegnum, Hann hevur stytt dagar mínar. Eg sigi: Gud mín, tak meg ikki burtur á hálvum aldri! Ár Tíni vara mann eftir mann. Tú grundfesti jørðina í forðum, og himlarnir eru handaverk Títt; teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum plagg; sum klæði skiftir Tú teir, og teir hvørva. Men Tú ert hin sami, og ár Tíni fáa ongan enda. Børn tænara Tína skulu búgva í friði, og avkom teirra skal verða standandi fyri ásjón Tíni. SÁLMUR Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara! Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara! Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar, sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn, sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin. HARRIN ger rættvísi og rætt móti øllum kúgaðum. Hann læt Móses vita vegir Sínar, børn Ísraels verk Síni. Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika. Hann heldur ikki við at hava nakað ímóti einum, og Hann goymir ikki til ævigar tíðir vreiði. Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara. Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann. So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum. Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann. Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust. Sum grasið eru dagar mansins; sum blóman á markini, so blómar hann. Táið vindurin blæsur á hann, er hann ikki til longur, og stað hansara veit einki um hann longur. Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn móti teimum, ið halda sáttmála Hansara og minnast boð Hansara, so tey gera eftir teimum. HARRIN hevur reist hásæti Sítt í Himli, og alt er lagt undir ríki Hansara. Lovið HARRANUM, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti, sum gera tað, ið Hann býður, við tað sama sum tit hoyra ljóðið av orði Hansara! Lovið HARRANUM, allir herskarar Hansara, tit tænarar Hansara, sum fullføra vilja Hansara! Lovið HARRANUM, øll verk Hansara, allastaðni har sum Hann ræður! Sál mín, lova HARRANUM! SÁLMUR Lova HARRANUM, sál mín! HARRI Gud mín, Tú ert sára stórur! Í stórleika og dýrd ert Tú klæddur; Tú sveipar Teg í ljós sum kappa; himmalin spennir Tú út sum tjald; Tú smíðar í vøtnunum hásal Tín, gert skýggini til vagn Tín, fert fram á veingjum vindsins; vindarnar gert Tú til sendiboð Tíni, logandi eld til tænarar Tínar; Tú festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir. Við djúpum vøtnum hevði Tú fjalt hana sum við klædningi, vøtnini stóðu yvir fjøllini. Fyri hóttan Tíni flýddu tey, stygdust burtur av torurødd Tíni; tey løgdu upp eftir fjøllunum og runnu oman í dalarnar til staðið, ið Tú hevði ætlað teimum; Tú setti mark, sum tey ikki skulu fara um, tey skulu ikki uppaftur leggja yvir jørðina. Keldur letur Tú springa upp í dølunum, millum fjøllini renna tær; tær geva øllum dýrunum á markini at drekka, villeslini sløkkja tosta sín; yvir teimum búgva fuglar himmalsins, millum greinarnar hoyrast teir láta. Úr hásali Tínum vatnar Tú fjøllini; jørðin verður mettað av ávøkstinum, ið Tú skapir. Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans. Trø HARRANS verða mett, sedristrøini á Libanon, tey, ið Hann hevur plantað, har sum fuglarnir byggja sær reiður, storkurin, sum hevur bústað sín í sypristrøunum. Hini høgu fjøll eru til steingeitirnar; klettarnir eru fjallagrevlingunum skjól. Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður. Tú sendir myrkur, og nátt verður; tá rørast øll dýr í skóginum; hinar ungu leyvur brøla eftir ráni, tær krevja føði sína frá Gudi. Sólin kemur undan; tá sníkja tær seg burtur og leggjast í bøli síni; tá fer menniskjað út til dagsverk sítt, til arbeiði sítt inntil kvøldið. Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt. Har er nú havið, stórt og vítt; tað er fult av óteljandi nøgd av dýrum, bæði smáum og stórum; har fara skipini, Livjatan, sum Tú skapti at spæla har. Øll bíða tey eftir Tær, at Tú skalt geva teimum føðina, táið tíð er. Tú gevur teimum, og tey sanka; Tú letur upp hondina, og tey verða mettað við góðum. Tú fjalir andlitið; tá fellur ræðsla á tey; Tú tekur anda teirra; tá doyggja tey og fara aftur í dustið; Tú sendir Anda Tín út, og tey verða skapt; ásjón jarðarinnar endurnýggjar Tú. Heiður HARRANS skal vara til ævigar tíðir! HARRIN skal gleða Seg í verkum Sínum! Eygnakast frá Honum og jørðin nøtrar! Stoytur frá Honum og fjøllini rúka! Eg skal syngja fyri HARRANUM, so leingi sum eg livi; eg skal syngja Gudi mínum lov, so leingi sum eg eri til. Hevði songur mín líkað Honum! Eg havi gleði mína í HARRANUM. Høvdu syndarar horvið av jørðini, og gudleys ikki verið til longur! Lova HARRANUM, sál mín! Halleluja!* SÁLMUR Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara! Syngið fyri Honum, lovsyngið Honum, talið um øll undur Hansara! Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN. Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara! Minnist undrini, ið Hann hevur gjørt, tekin Hansara og dómar muns Hansara, tit eftirkomarar Ábrahams, tænara Hansara, børn Jákups, hini útvaldu Hansara! Hann er HARRIN Gud okkara; dómar Hansara ganga yvir alla jørðina. Hann minnist í allar ævir sáttmála Sín, í túsund ættarlið orð Sítt, sáttmálan, ið Hann gjørdi við Ábraham, eiðin, ið Hann svór Ísaki, og sum Hann staðfesti Jákupi sum rætt, Ísrael sum ævigan sáttmála, táið Hann segði: ?Tær gevi Eg Kána'ansland í arvalut.? Táið tey einki vóru annað enn lítil flokkur, fá og fremmand har, og ferðaðust frá einum fólki til annað, úr einum ríki í annað, læt Hann einki menniskja sleppa at gera teimum mein, Hann revsaði kongar fyri teirra skuld: ?Nemið ikki hini salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum mein!? Hungursneyð kallaði Hann yvir landið, hvønn breyðstuðul breyt Hann. Mann sendi Hann undan teimum, Jósef varð seldur sum trælur; teir plágaðu føtur hansara við leinkjum, í jarn varð hann lagdur - inntil orð hansara gekk út, og orð HARRANS vísti, at hann var sakleysur. Tá sendi kongurin boð og læt hann leysan; hann, ið ráddi yvir fólkasløgum, setti hann frían; hann setti hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum, ið hann átti, so hann skuldi binda høvdingar hansara eftir vilja sínum og læra hinar elstu hansara vísdóm. So kom Ísrael til Egyptalands, Jákup búði sum gestur í Kamslandi. Hann gjørdi fólk Sítt ógvuliga fruktbart, gjørdi tey sterkari enn fíggindar teirra. Hann vendi hjarta teirra til at hata fólk Sítt, til at fara við sviki móti tænarum Sínum. Tá sendi Hann Móses, tænara Sín, og Áron, sum Hann hevði útvalt. Teir gjørdu tekin Hansara millum teirra og undur í Kamslandi. Hann sendi myrkur og læt verða myrkt; men teir aktaðu ikki eftir orði Hansara. Hann gjørdi vøtn teirra til blóð og drap fisk teirra. Land teirra fyltist av froskum; líka í sølum konga teirra vóru teir. Hann talaði, og fluguflokkar komu, mýggjabitar í øllum landi teirra. Hann gav teimum hegling fyri regn, eldslogar sendi Hann í øllum landi teirra; bæði víntrø og fikutrø sló Hann niður og breyt sundur trøini í øllum landi teirra. Hann talaði, og grashoppur komu, gnagarar* í óteljandi nøgd; tær ótu hvørja urt í landi teirra, alla grøðina á markini ótu tær upp. Alt frumborið í landi teirra sló Hann, frumgróðurin av allari styrki teirra. Og Hann leiddi tey út við silvuri og gulli; ikki ein í ættum Hansara snávaði. Egyptar vóru glaðir, táið tey fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum var fallin á teir. Hann breiddi út skýggj at skugga yvir tey, og eld læt Hann lýsa um náttina. Tey kravdu, og Hann læt koma lynghøsn og mettaði tey við himmalbreyði. Hann opnaði klettin, og vatn streymaði út, tað rann sum á í oyðimørkini. Tí Hann mintist heilaga orð Sítt, Ábraham, tænara Sín; og Hann leiddi fólk Sítt út við frøi, hini útvaldu Síni við gleðirópum; Hann gav teimum lond heidninganna; tað, ið fólkasløg við møði høvdu vunnið, fingu tey í ogn fyri at tey skuldu halda boð Hansara og gera eftir lógum Hansara. Halleluja! SÁLMUR Halleluja! Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir! Hvør kann rokna upp veldigu verk HARRANS, finna orð at kunngera alt prís Hansara! Sæl eru tey, sum akta eftir tí, ið rætt er, tey, sum altíð gera rættvísi. Minst meg, HARRI, eftir náði Tíni móti fólki Tínum, vitja meg við frelsu Tíni, so eg fái skoðað lukku útvaldu Tína, glett meg við gleði fólks Tíns, prísað meg lukkuligan við arvi Tínum! Vit hava syndað sum fedrar okkara borið okkum illa at og gudleyst. Fedrar okkara í Egyptalandi aktaðu ikki eftir undrum Tínum, mintust ikki hinar mongu náðigerningar Tínar, men stóðu hinum Hægsta ímóti við havið, við Reyðahav. Tó frelsti Hann tey fyri navns Síns skuld, fyri at gera veldi Sítt kent; Hann hótti Reyðahav, og tað tornaði upp, og Hann leiddi tey um djúpini sum gjøgnum oyðimørk; Hann frelsti tey av hond teirra, sum hataðu tey, og loysti tey av hond fíggindans; vatnið legði yvir óvinir teirra, ikki ein varð eftir av teimum. Tá trúðu tey orðum Hansara, tá sungu tey prís Hansara. Men skjótt gloymdu tey verk Hansara, tey bíðaðu ikki eftir ráði Hansara; nei, tey fyltust av trá í oyðimørkini, freistaðu Gud á hinum oydna staði. Tá gav Hann teimum tað, ið tey vildu hava, men sendi tærandi sjúku á tey. Tey øvundaðu Móses í tilhaldinum, Áron, hin heilaga HARRANS; jørðin opnaði seg og svølgdi Datan, læt seg aftur yvir flokki Abirams; eldur fór at loga í flokki teirra, login brendi upp hinar gudleysu. Tey gjørdu sær kálv við Horeb og tilbóðu stoypta mynd; heiður sín býttu tey um fyri mynd av neyti, ið etur gras; Gud, frelsara sín, gloymdu tey, Hann, sum gjørdi stórverk í Egyptalandi, undur í Kamslandi, øgilig verk við Reyðahav. Tá ætlaði Hann at forkoma teimum; men Móses, útvaldi maður Hansara, kastaði seg ímillum, fyri ásjón Hansara, at forða fyri, at vreiði Hansara forkom teimum. Tey vrakaðu hitt yndisliga land og trúðu ikki orði Hansara, men knarraðu í tjøldum sínum og lurtaðu ikki eftir HARRANUM. Tá lyfti Hann hondini og svór, at Hann skuldi lata tey falla í oyðimørkini, sláa avkom teirra niður millum heidningarnar, spjaða tey um í londunum. Tey bundu seg til Ba'al-Peor og ótu av ofrum til deyðar*; tey vaktu vreiði Hansara við atburði sínum, og plága brast á millum teirra. Tá steig Pinehas fram og helt dóm, og plágan steðgaði; og tað varð roknað honum til rættvísi mann eftir mann, í allar ævir. Tey vaktu vreiði Hansara við Meribavøtn og voldu, at Mósesi gekst illa; tí tey stóðu Anda Hansara ímóti, og tankaleys orð lupu honum av munni. Tey oyddu ikki fólkini, ið HARRIN hevði talað við tey um; nei, tey blandaðu seg við heidningarnar og lærdu at bera seg at sum teir; avgudum teirra tæntu tey, og teir vórðu teimum til snerru; til hinar illu andar ofraðu tey, ja, bæði synir og døtur; sakleyst blóð útheltu tey, blóð sona og døtra sína, sum tey ofraðu til gudar Kána'ans; og landið varð vanhalgað av blóði; tey dálkaðust av verkum sínum og vóru trúleys í atburði sínum. Tá tendraðist vreiði HARRANS móti fólki Hansara, og arvur Hansara beyð Honum ímóti; Hann gav tey í hendur heidninga, teir, ið hataðu tey, gjørdust harrar teirra; fíggindar teirra voldu teimum trongd, tey vórðu kúgað undir hondum teirra. Ferð eftir ferð frelsti Hann tey; men tey stríddu ímóti í ráðum sínum og sukku niður í vesældóm av misgerð síni. Tó vendi Hann sær til teirra, táið tey vóru í neyð, við tað sama sum Hann hoyrdi tey geva seg. Hann mintist sáttmála Sín, og eftir stóru náði Síni tykti Honum synd í teimum; Hann læt tey finna miskunn hjá øllum teimum, ið høvdu leitt tey burt hertikin. Frels okkum, HARRI Gud okkara, savna okkum saman frá heidningunum, so vit fáa lovað heilaga navni Tínum, róst okkum av at kunna prísa Tær! -------- Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, frá ævunum til ævirnar! Og alt fólkið sigi: ?Amen! Halleluja!? V SÁLMUR Prísið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir! So skulu hini endurloystu HARRANS siga, tey, sum Hann hevur loyst úr neyðini, og sum Hann hevur savnað úr londunum, eystaneftir og vestaneftir, norðaneftir og frá havinum. Tey viltust í oyðimørkini, í vegloysi, og funnu ongan bý at búgva í; tey liðu bæði hungur og tosta, sál teirra ørmaktaðist. Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra og leiddi tey á beinan veg, so tey komu til bý, sum tey fingu búð í. Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum; tí Hann mettaði hina tystu sál og fylti hina svongu sál við góðum. Tey sótu í myrkri og deyðaskugga, bundin í armóð og jarni, tí tey høvdu staðið orði Guds ímóti og vanvirt ráð hins Hægsta; tí boygdi Hann hjarta teirra við vanlukku; tey fullu, og eingin var, sum hjálpti. Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra, leiddi tey út úr myrkri og deyðaskugga og sleit sundur bond teirra. Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum; tí Hann breyt koparportur og støkti av jarnsláir. Tey vóru dárar og vórðu plágað fyri syndigu vegir sínar og misgerðir sínar; allur matur beyð sál teirra ímóti, og tey komu portrum deyðans nær. Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra, sendi orð Sítt og grøddi tey og frelsti tey frá grøvini. Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum, og ofra takkoffur og við gleðirópum siga frá verki Hansara. Teir fóru út á havið í skipum, drivu handil á stórum vøtnum; har fingu teir verk HARRANS at síggja, undurverk Hansara á djúpinum; Hann beyð og læt koma harðveður, og tað reisti havsbylgjurnar; teir fóru upp móti himli, teir fóru niður í djúpið, sál teirra misti mótið í vanlukkuni; teir sløðraðu og riðaðu sum druknir, burtur var allur vísdómur teirra. Men teir róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti teir úr trongdum teirra; Hann læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu; glaðir vórðu teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir. Teir skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum, hálova Honum, har sum fólkið kemur saman, og prísa Honum, har sum hinir elstu sita. Hann gjørdi áir til oyðimørk og keldur til oyðið land, fruktbart land til saltheiði, fyri óndskap teirra, sum har búðu. Hann gjørdi oyðimørk til tjarnir, hitt turra landið til keldur; har læt Hann hini svongu búgva; tey bygdu bý, sum tey fingu búð í; tey sáaðu akrar og plantaðu víngarðar, og tey fingu grøði at heysta. Hann signaði tey, so tey nørdust stórliga, og Hann læt ikki tróta teimum fæ. So fækkaðust tey aftur og vórðu boygd niður av trongd, vanlukku og sorg; Hann hellir út vanvirðing yvir høvdingar og letur teir villast í vegleysari oyðimørk. Men Hann lyftir hin fátæka upp úr vesældóminum og letur ættirnar nørast sum seyðafylgi. Hini sannhjartaðu síggja tað og gleðast, men allur óndskapur letur munnin saman. Tann, ið vísur er, hann gevi hesum gætur og leggi sær á hjarta náðiverk HARRANS! SÁLMUR Songur. Sálmur. Eftir Dávid. Hjarta mítt er støðugt, Gud, eg skal syngja og lova, ja, tað skal æra mín! Vaknið, harpa og sitari, eg skal vekja morgunroðan! Eg skal takka Tær, HARRI, millum fólkini, lovsyngja Tær millum fólkasløg; tí náði Tín røkkur líka upp til himmals, trúfesti Tín líka upp í skýggini. Gud, vís Teg høgan yvir himli, og dýrd Tín breiðist yvir alla jørðina! Fyri at tey, ið Tú elskar, kunnu verða frelst, so hjálp við høgru hond Tíni og bønhoyr okkum! Gud hevur talað í halgidómi Sínum; eg skal gleðast; eg skal skifta Sikem, eg skal mála upp Sukkotsdal; mær hoyrir Gilead til, mær hoyrir Manasse til; Efra'im er høvdi mínum verja, Juda er veldisstavur mín; Móab er vaskifat mítt, á Edom kasti eg skógv mín, um Filistaraland fegnist eg. Hvør leiðir meg til hin fasta stað, hvør flytur meg til Edom! Man tað ikki vera Tú, Gud, Tú, sum koyrdi okkum frá Tær og fórt ikki út við herum okkara, Gud! Lat okkum fáa hjálp móti fíggindanum, tí tóm er menniskjahjálp! Við Gudi skulu vit gera stórverk, Hann skal traðka niður fíggindar okkara. SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Tú Gud lovsongs míns, ver ikki tigandi! Tí teir hava latið upp móti mær gudleysa, falska munn sín, teir tala móti mær við lygitungu. Við hatskum orðum kringseta teir meg og stríða móti mær uttan grund. Í løn fyri kærleika mín standa teir mær ímóti, tóat eg geri einki uttan biði. Teir gera mær ilt fyri gott, løna mær við hatri fyri kærleika mín. Set gudleysan yvir hann, lat klagara standa undir høgru lið hansara! Táið hann kemur fyri rættin, lat hann tá verða dømdan sekan, og lat bøn hansara verða roknaða sum synd! Lat dagar hansara verða fáar, og lat ein annan fáa embæti hansara! Lat børn hansara verða faðirleys, og konu hansara einkju, lat børn hansara flakka um og bidda, lat tey søkja breyð sítt langt burtur frá oyddu heimum sínum! Lat okraran fáa í snerru sína alt tað, sum hann eigur, lat fremmandar ræna góðs hansara! Lat ongan vera, sum goymir honum miskunn, lat ongum tykjast synd í faðirleysu børnum hansara! Lat avkom hansara ganga til grundar, lat navn hansara verða útstrikað í næsta ættarliði! Misgerð fedra hansara verði minst av HARRANUM, synd móður hansara verði ikki útstrikað! Tær veri altíð HARRANUM fyri eyga, og Hann striki minnið um hann út av jørðini aftur fyri at hann hugsaði ikki um at vísa miskunn, men søkti at Honum, sum var armur og fátækur, Honum, sum var sorgarfullur í hjartanum líka til deyðan! Hann elskaði bann so lat tað ráma hann! Hann hevði ikki hug til signing so lat hana verða langt frá honum! Hann klæði seg í bann sum í klæði, tað komi í búk hansara sum vatn, og sum olja inn í bein hansara! Tað verði honum sum kappi at sveipa seg í, sum belti, ið hann altíð spennir um seg! Hetta veri lønin, ið mótstøðumenn mínir fáa frá HARRANUM, teir, ið tala ilt móti sál míni! Men Tú, HARRI, Harri mín, ger mær væl fyri navns Tíns skuld! Góð er jú náði Tín so bjarga Tú mær tá! Tí eg eri armur og fátækur, og hjartað er gjøgnumstungið í mær. Sum skuggin, ið hallar, svinni eg burtur, eg verði stygdur burtur sum grashoppa. Av føstu riða knø míni, og kroppur mín missir holdini. Til spott eri eg vorðin teimum; teir rista við høvdinum, táið teir síggja meg. Hjálp mær, HARRI Gud mín, frels meg eftir náði Tíni, so teir sanna, at hetta er hond Tín, at Tú, HARRI, hevur gjørt tað! Biði teir ilt Tú skalt signa! Teir reisa seg, men verða til skammar; og tænari Tín gleðist. Mótstøðumenn mínir skulu verða klæddir í vanæru og sveipa seg í skomm sína sum í kappa. Eg skal stórliga takka HARRANUM við munni mínum, mitt ímillum mong skal eg lova Honum; tí Hann stendur undir høgru lið hins fátæka fyri at bjarga honum frá teimum, ið døma sál hansara. SÁLMUR Eftir Dávid. Sálmur. HARRIN segði við Harra mín: ?Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!? Av Zion rættir HARRIN út kongastav veldis Tíns; ráð mitt ímillum fíggindar Tínar! Sjálvboðið kemur fólk Títt veldisdag Tín; í heiløgum prýði kemur ungi skari Tín til Tín sum døggin úr fangi morgunroðans. HARRIN hevur svorið og Hann skal ikki angra tað -: ?Tú ert prestur í allar ævir á sama hátt sum Melkizedek.? Harrin undir høgru lið Tíni sorar kongar vreiðidag Sín; Hann heldur dóm millum heidningarnar, fyllir upp við líkum, sorar høvd um hina víðu jørð. Úr løkinum drekkur Hann á vegnum; tí ber Hann høvdið høgt. SÁLMUR Halleluja! Eg takki HARRANUM av øllum hjarta mínum í ráði og samkomu teirra, sum sannhjartað eru. Stór eru verk HARRANS; øll, sum hava gleði sína í teimum, grunda á tey. Stórleiki og dýrd eru verk Hansara, rættvísi Hansara stendur føst í allar ævir. Hann hevur sett undrum Sínum minni; náðigur og miskunnsamur er HARRIN. Hann hevur givið teimum føði, sum óttast Hann; í allar ævir minnist Hann sáttmála Sín. Kraft verka Sína hevur Hann víst fólki Sínum, táið Hann gav teimum arv heidninganna. Tað, ið hendur Hansara gera, er sannleiki og rættur; øll boð Hansara eru trúføst; tey standa føst í allar ævir, tey eru gjørd í sannleika og rættvísi. Hann hevur sent fólki Sínum endurloysing, Hann hevur skipað sáttmála Sín til ævigar tíðir; heilagt og øgiligt er navn Hansara. Ótti fyri HARRANUM er upphav vísdóms; gott skil hevur hvør tann, ið ger eftir honum. Prís Hansara varir í allar ævir. SÁLMUR Halleluja! Sælur er tann, ið óttast HARRAN og hevur stóru gleði sína í boðum Hansara. Avkom hansara verður mektigt á jørðini; ætt hinna sannhjartaðu verður signað. Góðs og ríkidømi eru í húsi hansara, og rættvísi hansara stendur føst í allar ævir. Hinum sannhjartaða rennur upp ljós í myrkrinum, honum, sum náðigur, miskunnsamur og rættvísur er. Sælur er tann, ið vísir miskunn og lænir; hann heldur søk síni uppi í rættinum; hann vikast ikki í allar ævir, hin rættvísi skal vera í ævigum minni; hann óttast ikki fyri ringum tíðindum, hjarta hansara er støðugt, tað lítur á HARRAN; fast er hjarta hansara og óttaleyst, inntil hann við gleði skoðar fíggindar sínar. Hann stroyddi út, hann gav fátækum; rættvísi hansara stendur føst í allar ævir, horn hansara verður lyft upp við heiður. Hin gudleysi sær tað og harmast; hann gríslar tenn og tærist burtur; tað, ið gudleys tráa eftir, kemur upp í einki. SÁLMUR Halleluja! Lovið, tit tænarar HARRANS, lovið navni HARRANS! Navn HARRANS veri lovað frá nú og til ævigar tíðir! Frá upprisi sólar til sólarlag veri navn HARRANS hálovað! Høgur yvir øllum tjóðum er HARRIN, heiður Hansara røkkur upp um himmalin. Hvør er sum HARRIN Gud okkara, Hann, sum situr so høgt, sum skoðar so djúpt niður, í Himlarnar og á jørðina, Hann, sum reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir upp úr skarninum hin fátæka og setur hann hjá høvdingum, hjá høvdingum fólks Síns, Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! Halleluja! SÁLMUR Táið Ísrael fór út av Egyptalandi, hús Jákups frá fólki við fremmandum tungumáli, varð Juda halgidómur Hansara, Ísrael ríki Hansara. Havið sá tað og flýddi, Jordan vendi við; fjøllini hoppaðu sum veðrar, heyggjarnir sum lomb. Hvat bagir tær, hav, síðani tú flýggjar? Jordan, hví vendir tú við? Hví hoppa tit sum veðrar, tit fjøll, sum lomb, tit heyggjar? Skelv, jørð, fyri ásjón Harrans, fyri ásjón Jákups Guds, Hann, sum ger klettin til tjørn, hin harða stein til vatnskeldu! SÁLMUR Ikki okkum, HARRI, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld! Hví skulu heidningarnir siga: ?Hvar er nú Gud teirra!? Gud okkara, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil. Avgudar teirra eru silvur og gull, handaverk manna; teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki; teir hava oyru, men hoyra ikki; teir hava nøs, men lukta ikki; teir hava hendur, men føla ikki, føtur, men ganga ikki; teir hava einki mál í barkanum. Sum teir eru, verða tey, sum gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir. Ísrael, lít á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra. Hús Árons, lítið á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra. Tit, ið óttast HARRAN, lítið á Hann! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra. HARRIN mintist okkum; Hann skal signa, Hann skal signa hús Ísraels, Hann skal signa hús Árons, Hann skal signa tey, ið óttast HARRAN, bæði smá og stór. HARRIN lati tykkum nørast, tykkum og børn tykkara! Signað verði tit av HARRANUM, Honum, sum hevur skapt Himmal og jørð! Himmalin er Himmal HARRANS, men jørðina hevur Hann givið menniskjabørnunum. Hini deyðu lova ikki HARRANUM, eingin av teimum, sum fara niður í deyðatøgn. Men vit skulu lova HARRANUM, frá nú og til ævigar tíðir. Halleluja! SÁLMUR Eg elski HARRAN, tí Hann hoyrir rødd mína og bønir mínar. Ja, Hann hevur boygt oyrað til mín, og alla tíð mína skal eg ákalla Hann. Bond deyðans vóru um meg, angist deyðaríkisins hevði gripið meg, í trongd og neyð var eg staddur. Men eg kallaði á navn HARRANS: ?Á HARRI, bjarga sál míni!? Náðigur og rættvísur er HARRIN, miskunnsamur er Gud okkara. HARRIN varðar einføld; eg var hjálparleysur, men Hann frelsti meg. Sál mín, verð rólig aftur, tí HARRIN hevur gjørt væl við teg! Ja, Tú fríaði sál mína frá deyðanum, eyga mítt frá gráti, fót mín frá falli; eg skal ganga fyri ásjón HARRANS í landi teirra, sum liva. Eg trúði, tí talaði eg; eg var ógvuliga niðurboygdur; í angist míni segði eg: ?Hvørt menniskja er lygnari!? Við hvørjum skal eg løna HARRANUM allar vælgerðir Hansara móti mær? Frelsubikarið skal eg lyfta upp og ákalla navn HARRANS. Lyfti míni skal eg halda HARRANUM, ja, so alt fólk Hansara sær. Dýrt er tað í eygum HARRANS, táið hini heiløgu Hansara doyggja. Á HARRI, eg eri jú tænari Tín, eg eri tænari Tín, sonur tænastukvinnu Tína Tú hevur loyst bond míni! Tær ofri eg takkoffur og ákalli navn HARRANS; lyfti míni skal eg halda HARRANUM, ja, so alt fólk Hansara sær, í forgørðum húss HARRANS, mitt í tær, Jerúsalem. Halleluja! SÁLMUR Lovið HARRANUM, allir heidningar, prísið Honum, øll fólk! Tí stór er náði Hansara yvir okkum, og trúfesti HARRANS varir í allar ævir. Halleluja! SÁLMUR Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir! Tað sigi Ísrael, tí náði Hansara varir í allar ævir! Tað sigi hús Árons, tí náði Hansara varir í allar ævir! Tað sigi tey, ið óttast HARRAN, tí náði Hansara varir í allar ævir! Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land. HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær! HARRIN, Hann er hjálpari mín; eg skal við gleði skoða teir, ið hata meg. Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju; betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar. Allir heidningar kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður; teir eru rundan um meg, ja, teir kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður; sum býflugur eru teir rundan um meg, men teir sløkna sum eldur í tornum; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður. Hart varð eg raktur, fyri at eg skuldi falla; men HARRIN hjálpti mær. Styrki og lovsongur mín er HARRIN, og Hann varð mær til frelsu. Fagnaðar- og sigursróp hoyrast í tjøldum hinna rættvísu; høgra hond HARRANS ger stórverk. Høgra hond HARRANS setur høgt, høgra hond HARRANS ger stórverk. Eg skal ikki doyggja, men liva og bera boð um verk HARRANS. Hart tyktaði HARRIN meg, men til deyðan gav Hann meg ikki upp. Latið mær upp rættvísiportur! Eg fari inn um tey og takki HARRANUM. Hetta er portur HARRANS; rættvís fara inn um tað. Eg takki Tær, tí Tú svaraði mær og vart mær til frelsu. Steinurin, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, er vorðin hornsteinur. Frá HARRANUM er hetta komið, tað er undurfult í eygum okkara. Hesin er dagurin, ið HARRIN hevur gjørt; latið okkum fegnast og gleðast á honum! Á HARRI, frels! Á HARRI, lat tað eydnast! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni HARRANS! Vit signa tykkum úr húsi HARRANS. HARRIN er Gud, og Hann læt verða ljóst hjá okkum. Bindið hátíðarofrið í togum líka inn at altarhornunum! Tú ert Gud mín eg takki Tær; Gud mín eg geri Teg stóran! Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir! SÁLMUR Sæl eru tey, hvørja leið er ólastandi, tey, ið liva eftir lóg HARRANS. Sæl eru tey, ið akta eftir vitnisburðum Hansara, tey, ið søkja Hann av øllum hjarta sínum, og sum ikki gera órætt, men ganga á vegum Hansara. Tú hevur givið boð Tíni, fyri at ein skal leggja sær eina við at halda tey. Á, høvdu vegir mínir verðið fastir, so eg helt fyriskipanir Tínar! Tá skuldi eg ikki verðið til skammar, táið eg aktaði eftir øllum boðum Tínum. Eg skal takka Tær av sonnum hjarta, táið eg læri allar rættvísilógir Tínar at kenna. Fyriskipanir Tínar skal eg halda; vend mær tó ikki heilt bakið! Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orði Tínum. Av øllum hjarta mínum søki eg Teg; lat meg ikki villast burtur frá boðum Tínum! Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær. Lovaður veri Tú, HARRI, lær meg fyriskipanir Tínar! Eg kunngeri við vørrunum allar lógir muns Tíns. Yvir veg vitnisburða Tína gleðist eg sum yvir alt ríkidømi. Eg skal grunda á boð Tíni og hyggja væl at leiðum Tínum. Í fyriskipanum Tínum havi eg gleði mína; eg gloymi ikki orð Títt. Ger væl við tænara Tín, so eg kann liva! So skal eg halda orð Títt. Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni! Eg eri gestur á jørðini; dyl ikki boð Tíni fyri mær! Sál mín tærist burtur av tráan eftir lóg Tíni altíð. Tú hevur straffað hini hugmóðigu, hini bannaðu, sum villast burt frá boðum Tínum. Tak skomm og vanvirðing burt frá mær! Tí eg akti eftir vitnisburðum Tínum. Ja, høvdingar sita og leggja upp ráð móti mær; men tænari Tín grundar á fyriskipanir Tínar. Ja, vitnisburðir Tínir eru gleði mín; teir eru ráðgevarar mínir. Sál mín liggur í dustinum; halt mær á lívi eftir orði Tínum! Eg legði fram fyri Teg vegir mínar, og Tú svaraði mær; lær meg fyriskipanir Tínar! Lat meg skilja veg boða Tína! So skal eg grunda á undurverk Tíni. Sál mín grætur av sorg; reis meg upp eftir orði Tínum! Lat lygivegin vera langt frá mær, og unn mær lóg Tína! Trúskaparveg havi eg valt; lógir Tínar havi eg sett mær fyri eyga. Eg haldi meg til vitnisburðir Tínar; lat meg ikki verða til skammar, HARRI! Vegin eftir boðum Tínum skal eg renna; tí Tú gert meg lættan um hjartað. HARRI, vís mær veg fyriskipanna Tína! So skal eg líka til endan halda meg eftir honum. Gev mær vit! So skal eg akta eftir lóg Tíni og halda hana av øllum hjarta mínum. Leið meg gøtu boða Tína! Tí í henni havi eg gleði mína. Boygg hjarta mítt til vitnisburðir Tínar og ikki til vinning! Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum! Uppfyll á tænara Tínum orð Títt, sum givið er teimum, ið óttast Teg! Tak burtur frá mær vanæruna, ið eg ræðist fyri! Tí lógir Tínar eru góðar. Tú sært, at mær leingist eftir boðum Tínum; halt mær á lívi við rættvísi Tíni! Lat náði Tína koma yvir meg, HARRI, frelsu Tína eftir orði Tínum, so eg fái svarað honum, ið háðar meg! Tí eg líti á orð Títt. Tak ikki heilt sannleiksorð úr munni mínum! Tí eg bíði eftir dómum Tínum. So skal eg støðugt halda lóg Tína, ja, ævigt og altíð. Lat meg ferðast um rúmt land! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum. Eg skal tala fyri kongum um vitnisburðir Tínar og skal ikki verða til skammar. Eg havi gleði mína í boðum Tínum, sum eg elski. Eg rætti út hendurnar móti boðum Tínum, sum eg elski, og grundi á fyriskipanir Tínar. Minst orðið til tænara Tín, við tað at Tú hevur givið mær vón! Tað er troyst mín í vesældóminum, at orð Títt hevur hildið mær á lívi. Ógvuliga hava hini hugmóðigu spottað meg; tó eri eg ikki vikin burtur frá lóg Tíni. Mær kom í hug dómar Tínar frá ævunum, HARRI, og eg fann troyst. Brennandi vreiði hevur gripið meg um hini gudleysu, ið fara frá lóg Tíni. Fyriskipanir Tínar eru vorðnar lovsongir mínir í húsinum, har eg búgvi sum fremmandur. Um náttina kom mær navn Títt í hug, HARRI, og eg helt lóg Tína. Hetta varð lukkuligi lutur mín: At geva boðum Tínum gætur. HARRIN er lutur mín; eg havi sett mær fyri at halda orð Tíni. Av øllum hjarta mínum bønaði eg Teg: ?Ver mær náðigur eftir orði Tínum!? Eg granskaði vegir mínar og stýrdi fótum mínum aftur til vitnisburðir Tínar. Eg skundaði mær og drálaði ikki at halda boð Tíni. Snerrur hinna gudleysu vóru rundan um meg, men eg gloymdi ikki lóg Tína. Mitt um náttina fari eg upp at takka Tær fyri rættvísilógir Tínar. Eg haldi meg til øll tey, ið óttast Teg og halda boð Tíni. Jørðin er full av náði Tíni, HARRI; lær meg fyriskipanir Tínar! Tú hevur gjørt væl við tænara Tín, HARRI, eftir orði Tínum. Gev mær vit og kunnskap! Tí eg trúgvi á boð Tíni. Áðrenn eg varð eyðmýktur, viltist eg; men nú haldi eg orð Títt. Tú ert góður og gert gott; lær meg fyriskipanir Tínar! Hini hugmóðigu hava spunnið saman lygn móti mær; men eg haldi boð Tíni av øllum hjarta mínum. Hjarta teirra følir ikki heldur enn fløt; men eg havi gleði mína í lóg Tíni. Tað var mær gott, at eg varð eyðmýktur, so eg kom at læra fyriskipanir Tínar. Lógin av munni Tínum er mær meiri verd enn gull og silvur í dungum. Hendur Tínar hava skapt meg og gjørt meg; gev mær vit, so eg kann læra boð Tíni! Tey, ið óttast Teg, skulu síggja meg og gleðast; tí eg bíði eftir orði Tínum. HARRI, eg veit, at dómar Tínir eru rættvísir, og at Tú í trúfesti hevur eyðmýkt meg. Lat náði Tína verða mær til troyst eftir orði Tínum til tænara Tín! Lat miskunn Tína koma yvir meg, so eg kann liva! Tí lóg Tín er gleði mín. Lat hini hugmóðigu verða til skammar! Tí uttan grund kúga tey meg; eg grundi á boð Tíni. Lat tey, ið óttast Teg, koma aftur til mín, tey, sum kenna vitnisburðir Tínar! Lat hjarta mítt vera fullkomið í fyriskipanum Tínum, so eg skal ikki verða til skammar! Eftir frelsu Tíni tráar sál mín; eg bíði eftir orði Tínum. Eygu míni tráa eftir orði Tínum, og eg sigi: ?Nær fert Tú at troysta meg?? Tí eg eri eins og skinnsekkur í royki, men fyriskipanir Tínar gloymi eg ikki. Hvussu mangir munnu dagar tænara Tíns vera? Nær fert Tú at halda dóm yvir teimum, ið liggja eftir mær? Hini hugmóðigu hava grivið mær gravir, tey, sum ikki liva eftir lóg Tíni. Øll boð Tíni eru trúføst; við lygn verður søkt at mær; hjálp mær! Tað vantar lítið á, at tey hava forkomið mær á jørðini; men eg havi ikki slept boðum Tínum. Halt mær á lívi eftir náði Tíni! So skal eg halda vitnisburðin av munni Tínum. Til ævigar tíðir, HARRI, stendur orð Títt fast í Himli. Mann eftir mann varir trúfesti Tín; Tú hevur grundfest jørðina, og hon stendur føst. Til at seta dómar Tínar í verk stendur alt enn í dag; tí alt má tæna Tær. Hevði lóg Tín ikki verið gleði mín, so hevði eg verið gingin til grundar í stóru neyð míni. Aldri í allar ævir skal eg gloyma boð Tíni; tí við teimum hevur Tú hildið mær á lívi. Tín eri eg; frels meg! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum. Hini gudleysu lúra eftir mær, at forkoma mær; eg akti eftir vitnisburðum Tínum. Á øllum fullkomnum havi eg sæð enda; men boð Tíni røkka ómetaliga langt. Sum eg elski lóg Tína! Allan dagin grundi eg á hana. Boð Tíni hava gjørt meg vísari enn fíggindar mínar; tí til ævigar tíðir eigi eg tey. Eg eri vorðin klókari enn allir lærarar mínir; tí eg grundi á vitnisburðir Tínar. Eg eri vitigari enn hinir gomlu; tí eg akti eftir boðum Tínum. Frá øllum óndum leiðum haldi eg fótum mínum burtur fyri at kunna halda orð Títt. Frá lógum Tínum eri eg ikki vikin burtur; tí Tú hevur lært meg. Sum orð Tíni eru gómum mínum søt! Tey eru søtari enn hunangur munni mínum! Av boðum Tínum fái eg vit; tí hati eg hvørja lygigøtu. Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni. Eg havi svorið og eg havi hildið tað at akta eftir rættvísilógum Tínum. Eg eri sára eyðmýktur; HARRI, halt mær á lívi eftir orði Tínum! Lat sjálvkravdu offur muns míns líka Tær, HARRI, og lær meg lógir Tínar! Eg gangi altíð við lívinum í hondunum; men lóg Tína havi eg ikki gloymt. Hini gudleysu leggja snerrur fyri meg; men eg eri ikki vilstur burtur frá boðum Tínum. Eg fekk vitnisburðir Tínar í æviga ogn; tí teir eru gleði hjarta míns. Eg boygdi hjarta mítt til at halda fyriskipanir Tínar í allar ævir, líka til endan. Hini tvísintu hati eg; men lóg Tína elski eg. Tú ert skjól mítt og skjøldur mín; eg bíði eftir orði Tínum. Víkið frá mær, tit, ið gera ilt! Eg vil halda boð Guds míns. Halt mær uppi eftir orði Tínum, so eg kann liva, og lat meg ikki verða til skammar við vón míni! Styðja meg, so eg verði frelstur! So skal eg altíð við gleði skoða fyriskipanir Tínar. Tey, ið villast burt frá fyriskipanum Tínum, roknar Tú øll fyri einki; einki batar teimum svik teirra. Sum ilsku kastar Tú burt øll gudleys á jørðini; tí elski eg vitnisburðir Tínar. Av ræðslu fyri Tær nøtrar kroppur mín; eg óttist dómar Tínar. Rætt og skjal havi eg gjørt; Tú skalt ikki geva meg í hendur teirra, sum kúga meg. Gakk í ábyrgd fyri tænara Tín, so honum kann gangast væl, lat ikki hini hugmóðigu kúga meg. Eygu míni tærast burtur av tráan eftir frelsu Tíni og eftir rættvísiorði Tínum. Ger við tænara Tín eftir náði Tíni, og lær meg fyriskipanir Tínar! Eg eri tænari Tín; gev mær vit, so eg kann kenna vitnisburðir Tínar! Tíð er hjá HARRANUM at taka í teymarnar; tí tey hava brotið lóg Tína. Tí elski eg boð Tíni meir enn gull, ja, meir enn fínt gull. Tí haldi eg øll boð Tíni um alt vera bein; eg hati hvørja lygigøtu. Undurfullir eru vitnisburðir Tínir; tí aktar sál mín eftir teimum. Táið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit. Eg læt upp munnin og suffaði av tráan; tí eg stundaði eftir boðum Tínum. Vend Tær til mín og ver mær náðigur, sum beint er móti teimum, ið elska navn Títt! Lat við orði Tínum stig míni verða føst, og lat ongan órætt fáa vald á mær! Loys meg undan kúgan manna! So skal eg halda boð Tíni. Lat ásjón Tína lýsa yvir tænara Tín, og lær meg fyriskipanir Tínar! Vatnstreymar renna mær av eygunum, tí lóg Tín verður ikki hildin. Tú ert rættvísur, HARRI, og rættir eru dómar Tínir. Í rættvísi og miklari trúfesti hevur Tú fyriskrivað vitnisburðir Tínar. Eldhugi mín hevur tært meg upp, av tí at óvinir mínir hava gloymt orð Tíni. Orð Títt er væl reinsað; tænari Tín elskar tað. Lítið havi eg at týða, og vanvirdur eri eg, men boð Tíni havi eg ikki gloymt. Rættvísi Tín er ævig rættvísi, og lóg Tín er sannleiki. Trongd og angist hevur rámt meg, men boð Tíni eru gleði mín. Vitnisburðir Tínir eru rættvísir til ævigar tíðir; gev mær vit, so eg kann liva! Eg rópi av øllum hjarta mínum; svara mær, HARRI! Eg vil akta eftir fyriskipanum Tínum. Eg rópi til Tín; frels meg! So skal eg halda vitnisburðir Tínar. Tíðliga, í dimmalættingini, var eg uppi og rópti um hjálp; eg bíðaði eftir orðum Tínum. Áðrenn náttarvøkurnar byrjaðu, vóru eygu míni vakin at grunda á orð Títt. Hoyr rødd mína eftir náði Tíni, HARRI, halt mær á lívi eftir lógum Tínum! Nær eru teir, ið skammiliga liggja eftir mær; frá lóg Tíni eru teir langt burtur. Tú ert nær, HARRI, og øll boð Tíni eru sannleiki. Eg vitsti longu langt síðani av vitnisburðum Tínum, at Tú hevur grundfest teir í allar ævir. Hygg neyð mín frels meg! Tí eg havi ikki gloymt lóg Tína. Flyt mál mítt og loys meg út, halt mær á lívi eftir orði Tínum! Frelsan er langt frá gudleysum; tí tey spyrja ikki eftir fyriskipanum Tínum. Miskunn Tín er stór, HARRI! Halt mær á lívi eftir dómum Tínum! Mangir eru teir, ið liggja eftir mær og standa mær ímóti; frá vitnisburðum Tínum eri eg ikki vikin. Mær býður ímóti, táið eg síggi hini trúleysu, tey, ið ikki halda orð Títt. Hugsa um, at eg havi elskað boð Tíni, HARRI halt mær á lívi eftir náði Tíni! Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst. Høvdingar lógu eftir mær uttan grund; men hjarta mítt óttaðist fyri orðum Tínum. Eg gleði meg um orð Títt, sum ein, ið hevur vunnið stóran herfong. Eg hati og skýggi lygn; men lóg Tína elski eg. Sjey ferðir um dagin lovi eg Tær fyri rættvísilógir Tínar. Nógvan frið hava tey, ið elska lóg Tína, og einki er, sum fær tey at falla. Eg bíði eftir frelsu Tíni, HARRI, og eg havi hildið boð Tíni. Sál mín hevur hildið vitnisburðir Tínar; teir eru mær ógvuliga kærir. Eg havi hildið boð Tíni og vitnisburðir Tínar; tí Tú kennir allar vegir mínar. HARRI, lat róp mítt koma fram fyri ásjón Tína, gev mær vit eftir orði Tínum! Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, frels meg eftir orði Tínum! Lovsongur skal streyma mær av vørrunum; tí Tú lærir meg fyriskipanir Tínar. Tunga mín skal syngja um orð Títt; tí øll boð Tíni eru rættvísi. Lat hond Tína vera mær til hjálpar! Tí eg havi valt boð Tíni. Mær leingist eftir frelsu Tíni, HARRI, og lóg Tín er gleði mín. Lat sál mína liva og lova Tær, og lat dómar Tínar hjálpa mær! Eg eri vilstur; leita upp tænara Tín sum burturmistan seyð! Tí eg havi ikki gloymt boð Tíni. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Til HARRAN rópti eg í neyðini, og Hann svaraði mær. HARRI, frels sál mína frá lygivørrum, frá hini følsku tungu! Hvat fer Hann at geva tær, bæði nú og hereftir, falska tunga! Hvøssu pílar valdsharrans og gývilgløður! Vei mær, ið livi sum fremmandur hjá Mesek, búgvi millum tjøld Kedars! Nóg leingi hevur sál mín búð hjá teimum, ið hata frið. Eg bindi frið; men tali eg, so eru teir til reiðar til ófrið. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma? Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð. Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg! Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael! HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni; sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina; HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína. HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Eg varð glaður, táið sagt varð við meg: ?Vit skulu fara í hús HARRANS!? So standa tá føtur okkara í portrum tínum, Jerúsalem! Jerúsalem, vælbygdi staður, sum fólkið kemur saman í, sum ættirnar fara til, ættir HARRANS, eftir lóg Ísraels, at prísa navni HARRANS! Tí har eru settir dómstólar, stólar fyri hús Dávids. Biðið frið yvir Jerúsalem! Væl gangist teimum, ið elska teg! Friður ráði innan fyri múrar tínar, trygd í borgum tínum! Fyri at brøðrum og vinum mínum skal gangast væl, ynski eg tær frið. Fyri at húsi HARRANS Guds okkara skal gangast væl, søki eg tað, ið tær er gott. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Til Tín lyfti eg eygu míni, Tú, sum í Himli situr! Sum eygu tænaranna fylgja hond harra teirra, sum eygu arbeiðskonunnar fylgja hond frúar hennara soleiðis fylgja eygu okkara HARRANUM Gudi okkara, inntil Hann verður okkum náðigur. Ver okkum náðigur, HARRI, ver okkum náðigur! Tí vit eru mett og meir enn mett av vanvirðing; mett og meir enn mett er sál okkara av spotti hinna tryggu, av vanvirðing hinna hugmóðigu! SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hevði ikki HARRIN verið við okkum tað má Ísrael siga hevði ikki HARRIN verið við okkum, táið menniskjuni reistu seg móti okkum, so høvdu tey gloypt okkum livandi, táið vreiði teirra tendraðist móti okkum, so høvdu vøtnini lagt yvir okkum, streymurin hevði lagt yvir sál okkara, ja, tey høvdu lagt yvir sál okkara, hini stoltu vøtn! Lovaður veri HARRIN, sum ikki gav okkum at verða sundurskrædd av tonnum teirra! Sál okkara slapp undan sum fuglur úr snerru fuglamansins; snerran brast, og vit sluppu undan. Hjálp okkara er í navni HARRANS, Hansara, sum hevur skapt himmal og jørð. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Tey, sum líta á HARRAN, eru sum Zionsfjall, ið ikki vikast, men stendur í allar ævir. Rundan um Jerúsalem eru fjøll, og HARRIN er rundan um fólk Sítt frá nú og til ævigar tíðir. Tí ikki skal kongastavur gudloysisins níva arvalut hinna rættvísu fyri at hini rættvísu skulu ikki rætta út hendurnar til órætt. HARRI, ger væl við hini góðu, við tey, sum hava sannleika í hjartanum! Men tey, sum víkja inn á sniðgøtur sínar, skal HARRIN lata fara saman við teimum, ið gera órætt. Friður veri yvir Ísrael! SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Táið HARRIN læt fangar Zions sleppa heimaftur, vóru vit sum tey, ið droyma. Tá fyltist muður okkara við látri, og tunga okkara við gleðirópum; tá varð sagt millum heidningarnar: ?Stórverk hevur HARRIN gjørt móti teimum!? Ja, stórverk hevur HARRIN gjørt móti okkum, og vit vórðu glað! HARRI, lat fangar okkara koma heimaftur, eins og løkir í Suðurlandinum! Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleðirópum. Tey ganga grátandi og sáa sáð sítt; tey koma aftur við gleðirópum, berandi bundi síni. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu. Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur! Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn. Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum. Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Sælur er hvør tann, ið óttast HARRAN og gongur leiðir Hansara! Ávøkst handaverks tíns skalt tú njóta; sælur ert tú, og væl gongst tær! Kona tín er sum fruktbart víntræ inni í húsi tínum, børn tíni eru sum oljukvistar rundan um borð títt. Ja, soleiðis verður tann maður signaður, sum óttast HARRAN. HARRIN skal signa teg av Zion, og allar lívsdagar tínar skalt tú við gleði skoða, hvussu væl Jerúsalem gongst. Og tú skalt fáa at síggja barnabørn tíni. Friður veri yvir Ísrael! SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Stóra neyð hava teir volt mær, líka frá tí eg var ungur tað má Ísrael siga stóra neyð hava teir volt mær, líka frá tí eg var ungur; men ikki vórðu teir menn yvir mær! Rygg mín hava plógmenn pløgt, teir hava gjørt foyrurnar langar. HARRIN er rættvísur, Hann hevur høgt av tog hinna gudleysu. Teir skulu verða til skammar og halda undan, allir teir, ið hata Zion; teir skulu verða sum gras á tekjum, ið følnar, áðrenn frægras kemur á tað, og sum skurðarmaðurin ikki fær upp í hondina av, ei heldur tann, sum bindur bundi, upp í kneppið. Og tey, ið ganga framvið, siga ikki: ?Signing HARRANS veri yvir tykkum! Vit signa tykkum í navni HARRANS.? SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Úr djúpinum rópi eg til Tín, HARRI! Á, Harri, hoyr rødd mína, lat oyru Tíni akta eftir bønandi rødd míni! Gavst Tú misgerðum gætur, HARRI, hvør varð tá standandi, Harri! Men hjá Tær er syndafyrigeving, fyri at ótti skal vera fyri Tær. Eg vóni á HARRAN, sál mín vónar, og eg bíði eftir orði Hansara. Sál mín tráar eftir Harranum, meir enn vaktari eftir morgni, vaktari eftir morgni. Bíða eftir HARRANUM, Ísrael! Tí hjá HARRANUM er náði, og hjá Honum er endurloysing í yvirflóð. Hann skal loysa Ísrael úr øllum misgerðum tess. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. HARRI, hjarta mítt er ikki hugmóðigt, eygu míni eru ikki stolt, eg fáist ikki við tað, ið er mær ov stórt og høgt. Nei, eg havi stillað sál mína og fingið hana at tiga sum avvant barn hjá móður síni; sum avvant barn, so er sál mín í mær. Ísrael, bíða eftir HARRANUM, frá nú og til ævigar tíðir! SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. HARRI, minst Dávidi alla møði hansara, honum, ið svór HARRANUM eið, gjørdi hinum veldiga Jákups lyfti: ?Eg fari ikki inn í tjaldið, sum eg búgvi í, eg fari ikki upp á legu mína, eg unni ikki eygum mínum svøvn, ikki eygnalokum mínum hvíld, fyrrenn eg havi funnið HARRANUM stað, hinum veldiga Jákups bústað!? Ja, vit hoyrdu um hana* í Efrata, vit funnu hana í skógbygdini**. Latið okkum fara til bústað Hansara, tilbiðja við fótaskammul Hansara! Reis Teg, HARRI, og kom til hvíldarstað Tín, Tú og veldisørk Tín! Lat prestar Tínar vera klæddar í rættferð, hini heiløgu Tíni rópa av gleði! Fyri Dávids, tænara Tíns, skuld, vís ikki hinum salvaða Tínum frá Tær! HARRIN hevur svorið Dávidi ósvíkiligan eið, sum Hann ikki gongur frá: ?Av lívsfrukt tíni skal Eg seta kongar í hásæti títt. So satt sum synir tínir halda sáttmála Mín og vitnisburð Mín, sum Eg skal læra teir, skulu eisini synir teirra til ævigar tíðir sita í hásæti tínum.? Tí HARRIN hevur útvalt Zion, ynskt Sær tað til bústað: ?Hetta er hvíldarstaður Mín til ævigar tíðir, her skal Eg búgva; tí hetta er staðurin, ið Eg havi tráað eftir. Føðina her skal Eg signa, hini fátæku her skal Eg metta við breyði, prestarnar her skal Eg klæða í frelsu, hini heiløgu her skulu rópa av gleði. Her lati Eg Dávidi vaksa upp horn, vissi hinum salvaða Mínum lampu; fíggindar hansara klæði Eg í skomm, men á honum skal krúna hansara ljóma.? SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika! Tað er sum hin góða oljan á høvdinum, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, sum rennur niður á faldin á klæðum hansara, sum døgg Hermons, ið fellur niður á Zionsfjøll. Tí har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir. SÁLMUR Songur. Á hátíðarferðunum. Upp, lovið HARRANUM, allir tit tænarar HARRANS, tit, ið um næturnar standa í húsi HARRANS! Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið HARRANUM! HARRIN signi teg av Zion, Hann, sum skapti himmal og jørð! SÁLMUR Halleluja! Lovið navni HARRANS, lovið tí, tit tænarar HARRANS, sum standa í húsi HARRANS, í forgørðum húss Guds okkara! Lovið HARRANUM, tí HARRIN er góður! Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt! Tí HARRIN hevur útvalt Sær Jákup, Ísrael til ogn Sína. Ja, eg veit, at HARRIN er stórur, Harri okkara er størri enn allir gudar. HARRIN ger alt tað, ið Hann vil, í Himli og á jørð, í havinum og øllum veraldardjúpunum. Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, fær snarljósini at geva regn, sendir stormin út úr goymslum Sínum. Hann sló hinar frumbornu Egyptalands, bæði fólk og fæ, og sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, yvir Farao og allar tænarar hansara. Hann sló stór fólkasløg og drap mektigar kongar, Sihon amoritakong og Og, kongin í Basan, og øll kongaríkini í Kána'an, og gav land teirra í arv, gav Ísrael, fólki Sínum, tað í arv. HARRI, navn Títt er ævigt, minnið um Teg, HARRI, er mann eftir mann! Tí HARRIN skal døma fólk Sítt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum. Avgudar heidninganna eru silvur og gull, handaverk manna; teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki; teir hava oyru, men hoyra ikki, og eingin andadráttur er í munni teirra. Sum teir eru, so verða tey, ið gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir. Lova HARRANUM, hús Ísraels! Lova HARRANUM, hús Árons! Lova HARRANUM, hús Levi! Lovið HARRANUM, tit, ið óttast HARRAN! Av Zion veri HARRIN lovaður, Hann, sum býr í Jerúsalem! Halleluja! SÁLMUR Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir! Takkið Gudi gudanna, tí náði Hansara varir í allar ævir! Takkið Harra harranna, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, hinum einasta, sum ger undur, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum gjørdi himmalin við viti, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum breiddi út jørðina á vøtnini, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum gjørdi hini stóru ljósini, tí náði Hansara varir í allar ævir; sólina at ráða um dagin, tí náði Hansara varir í allar ævir; mánan og stjørnurnar at ráða um náttina, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum sló Egyptar í frumbornu teirra, tí náði Hansara varir í allar ævir; og leiddi Ísrael út haðani, tí náði Hansara varir í allar ævir; við sterkari hond og útrættum armi, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum kleyv Reyðahav, tí náði Hansara varir í allar ævir; og læt Ísrael ganga mitt ígjøgnum tað, tí náði Hansara varir í allar ævir; men koyrdi Farao og her hansara út í Reyðahav, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum leiddi fólk Sítt í oyðimørkini, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum feldi stórar kongar, tí náði Hansara varir í allar ævir; og drap veldigar kongar, tí náði Hansara varir í allar ævir; Sihon amoritakong, tí náði Hansara varir í allar ævir; og Og, kongin í Basan, tí náði Hansara varir í allar ævir; og gav land teirra í arv, tí náði Hansara varir í allar ævir; gav Ísrael, tænara Sínum, tað í arv, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum mintist okkum, táið vit lógu lágt, tí náði Hansara varir í allar ævir; og reiv okkum úr fíggindavaldi, tí náði Hansara varir í allar ævir; Honum, sum gevur øllum, ið livir, breyð, tí náði Hansara varir í allar ævir! Takkið Gudi Himmalsins, tí náði Hansara varir í allar ævir! SÁLMUR Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, táið vit mintust Zion. Á pílatrøini, ið har vóru, hongdu vit hørpur okkara. Tí teir, ið hildu okkum fangað, vildu hava okkum at syngja har; teir, ið kúgaðu okkum, vildu hava okkum at vera glað: ?Syngið songir Zions fyri okkum!? Hvussu kunnu vit syngja songir HARRANS í fremmandum landi! Gloymi eg teg, Jerúsalem, so visni høgra hond mín! Tunga mín loði føst í gómunum, um eg minnist ikki teg, um eg seti ikki Jerúsalem hægri enn bestu gleði mína! HARRI, minst børnum Edoms dag Jerúsalems, teimum, ið róptu: ?Rívið niður, rívið niður, líka í grund!? Dóttir Bábels, oyðari tín! Sælur er tann, ið lønir tær gerðina, ið tú gjørdi okkum! Sælur er tann, ið tekur speðbørn tíni og sorar tey móti klettinum! SÁLMUR Eftir Dávid. Eg prísi Tær av øllum hjarta mínum, fyri eygum gudanna syngi eg Tær lov. Eg tilbiði, vendur móti heilaga templi Tínum, og meir enn øllum prísi eg navni Tínum fyri náði og trúfesti Tína; tí dýrt hevur Tú gjørt orð Títt, meir enn alt navn Títt. Tann dag eg rópti, svaraði Tú mær; Tú gjørdi meg hugreystan, og sál mín fekk styrki. Allir kongar á jørðini skulu prísa Tær, HARRI, táið teir fáa at hoyra orðini av munni Tínum. Og teir skulu syngja um vegir HARRANS, tí stórur er heiður HARRANS. Tí HARRIN er høgur, men Hann vendir eygað til tann, ið lítið hevar at týða, og hin stolta kennir Hann langan veg. Um so leið mín liggur mitt ígjøgnum neyð Tú heldur mær á lívi; móti vreiði fígginda mína rættir Tú út hondina, og høgra hond Tín frelsir meg. HARRIN skal fullføra verk Sítt fyri meg. HARRI, náði Tín varir í allar ævir gev ikki upp handaverk Títt! SÁLMUR Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. HARRI, Tú rannsakar meg og kennir meg! Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg. Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla. Tí áðrenn orðið er til á tungu míni ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI! Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg. At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur. Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni! Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum ja, so ert Tú har; taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins, so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum. Og sigi eg: ?Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!? so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið. Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar. Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin. Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar! Um eg vildi talt tær tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn! Gud, hevði Tú viljað dripið hinar gudleysu! Tit blóðmenn, víkið frá mær! teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir! Skuldi eg ikki hatað teir, ið hata Teg, HARRI! Skuldu teir ikki boðið mær ímóti, teir, ið reisa seg móti Tær! Við sterkasta hatri hati eg teir, teir eru fíggindar mínir við! Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin! SÁLMUR Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, bjarga mær frá óndum menniskjum, ver mær vernd móti yvirgangskroppum, sum upphugsa ilt í hjartanum og hvønn dag taka seg saman til ófrið! Teir hvessa tunguna sum høggormar, ormaeitur er undir vørrum teirra. Sela. Varða meg, HARRI, fyri hondum hinna gudleysu, ver mær vernd móti yvirgangskroppum, sum liggja eftir at fáa meg til fals! Hugmóðigir seta snerrur og gørn fyri meg, breiða út net fyri fót mín, seta fellur fyri meg við vegin. Sela. Eg sigi við HARRAN: ?Tú ert Gud mín!? HARRI, lurta eftir hjartans bønum mínum! HARRI Harri, Tú sterka hjálp mín, Tú verjir høvd mítt orrustudagin! HARRI, lat ikki hin gudleysa fáa tað, ið hann vil, lat ikki óndu ráð hansara eydnast so gera teir seg stórar! Sela. Yvir høvd teirra, ið kringseta meg, skal vanlukkan koma, ið varrar teirra búgva til. Kolgløður skulu regna á teir, í eldin skal Hann kasta teir, í djúp vøtn, sum teir ikki sleppa upp úr aftur. Baktalarin skal ikki verða standandi í landinum; óndur yvirgangskroppur skal verða raktur við einum slagnum fyri og øðrum eftir. Eg veit, at HARRIN skal flyta mál hins arma og lata hin fátæka fáa rætt. Ja, hini rættvísu skulu prísa navni Tínum, hini sannhjartaðu skulu búgva fyri ásjón Tíni. SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, eg rópi til Tín! Skunda Tær til mín, lurta eftir rødd míni, nú eg rópi til Tín! Lat bøn mína verða roknaða sum roykoffur fyri ásjón Tíni, upplyftu hendur mínar sum kvøldoffur! HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar! Lat ikki hjarta mítt fara av leið til nakað ilt, at gera gudleysar gerðir saman við monnum, ið gera órætt, og lat meg ikki eta av góðgæti teirra! Nei, lat rættvísan sláa meg í kærleika og revsa meg! Ikki vísi høvd mítt slíkum høvuðsmyrsli frá sær! Um tað so varir við, seti eg kortini bøn mína móti óndskapi teirra. Dómarar teirra skulu verða omanstoyttir av fjallinum, og tá skal fáast at hoyra, at orð míni vóru yndislig. Sum táið jørðin verður pløgd í foyrur, liggja bein okkara spjadd um fyri durum deyðaríkisins. Tó, eygu míni eru vend til Tín, HARRI Harri, hjá Tær søki eg mær skjól gev ikki sál mína til rán! Varða meg fyri felluni, ið teir seta fyri meg, og fyri snerrum teirra, ið gera órætt! Lat hinar gudleysu falla í síni egnu gørn, men meg sleppa óskaddan undan! SÁLMUR Songur. Eftir Dávid. Táið hann var í hellinum. Bøn. Við rødd míni rópi eg til HARRAN, við rødd míni biði eg bønliga til HARRAN. Eg helli út sorg mína fyri ásjón Hansara, eg sigi Honum frá neyð míni. Táið andin ørmaktast í mær, kennir tó Tú leið mína; á vegnum, ið eg skal ganga, hava teir lagt snerrur fyri meg. Hygg til høgru og síggj! Ikki ein er, sum kennist við meg, einki skjól er mær eftir; ikki ein er, sum spyr eftir sál míni. Eg rópi til Tín, HARRI; eg sigi: Tú ert skjól mítt, lutur mín í landi teirra, sum liva! Akta eftir rópi mínum, tí eg eri í stórum hjálparloysi! Bjarga mær frá teimum, ið liggja eftir mær, tí teir eru mær ov sterkir! Leið sál mína út úr fangahúsinum, so eg fái lovað navni Tínum! Hini rættvísu skulu savna seg rundan um meg, táið Tú gert væl við meg. SÁLMUR Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hoyr bøn mína, vend oyrað til hjartans bønir mínar, svara mær í trúfesti Tíni, í rættferð Tíni! Og far ikki til dóms við tænara Tínum, tí fyri Tær er eingin, sum livir, rættvísur! Tí fíggindin hevur elt sál mína, hann hevur traðkað lív mítt niður í dustið, lagt meg í myrkur sum tey, ið langt síðani eru deyð. Og andi mín ørmaktast í mær, hjartað stívnar í brósti mínum. Eg minnist farnar dagar, hugsi um øll verk Tíni, grundi á handaverk Títt. Eg breiði út hendurnar móti Tær; sum tyst land tráar sál mín eftir Tær. Sela. Ver skjótur at svara mær, HARRI, andi mín tærist burtur! Fjal ikki andlitið fyri mær, so eg verði líkur teimum, sum fara niður í grøvina! Lat meg árla hoyra náði Tína, tí eg líti á Teg! Lær meg vegin, ið eg skal ganga, tí eg lyfti sál míni til Tín! Bjarga mær frá fíggindum mínum, HARRI, tí hjá Tær søki eg mær lívd! Lær meg at gera vilja Tín, tí Tú ert Gud mín, lat góða Anda Tín leiða meg hin slætta vegin! HARRI, halt mær á lívi fyri navns Tíns skuld, leið í rættvísi Tíni sál mína út úr neyðini! Oyð í náði Tíni allar fíggindar mínar, forkom øllum teimum, ið volda sál míni trongd tí eg eri tænari Tín! SÁLMUR Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga, miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá, Hann, ið leggur fólkasløg undir meg! HARRI, hvat er menniskjað, at Tú kennist við tað, menniskjabarnið, at Tú hugsar um tað! Menniskjað er sum andablástur, dagar hansara eru sum hvørvandi skuggi. HARRI, lækka Himmal Tín og kom niður, nem við fjøllini, so tey rúka, lat snarljósið skyggja og spjað fíggindarnar, send pílar Tínar og ræð teir, rætt hond Tína av hæddini, fría meg og frels meg úr stórum vøtnum, av hond útlendinganna, sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond! Gud, nýggjan song skal eg syngja Tær, lovsyngja Tær við tíggjustreingjahørpu, Tú, sum gevur kongum sigur og frelsir tænara Tín Dávid undan hinum ónda svørði. Fría meg og frels meg av hond útlendinganna, sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond so synir okkara kunnu verða sum hávaksnar plantur í ungdóminum, døtur okkara sum hornsúlur, høgdar sum til høll, so úthús okkara kunnu vera full og geva av øllum sløgum, smáfæ okkara lemba í túsundtali, ja, í tíggjutúsundtali, á markum okkara, so kýr okkara kunnu hava kálv, og eingin skaði skal vera, einki tap, og einki sorgarróp á gøtum okkara! Sælt er fólkið, ið so er statt, sælt er fólkið, ið hevur HARRAN til Gud! SÁLMUR Lovsongur. Eftir Dávid. Eg skal seta Teg høgt, Gud mín, kongur mín! Í allar ævir og altíð lovi eg navni Tínum. Dag eftir dag lovi eg Tær; í allar ævir og altíð prísi eg navni Tínum. Stórur og hálovaður er HARRIN, stórleiki Hansara er órannsakandi. Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni. Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á. Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu tey* tala, og um stórverk Tíni skal eg vitna; tey minna um ríku miskunn Tína og syngja av gleði um rættvísi Tína. Náðigur og miskunnsamur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í miskunn. HARRIN er øllum góður og ger miskunn móti øllum, ið Hann hevur skapt. Øll verk Tíni takka Tær, HARRI, og hini heiløgu Tíni lova Tær. Tey bera boð um heiður ríkis Tíns og tala um veldi Títt, fyri at kunngera menniskjabørnunum veldigu verk Tíni og dýrd og heiður ríkis Tíns. Ríki Títt stendur í allar ævir, og harradømi Títt varir mann eftir mann. HARRIN styðjar øll tey, ið falla, Hann reisir upp øll niðurboygd. Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð; Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær. Rættvísur er HARRIN á øllum leiðum Sínum, náðigur í øllum verkum Sínum. Nær er HARRIN øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum. Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey. HARRIN varðar øll tey, sum elska Hann, men øllum gudleysum forkemur Hann. Muður mín skal bera fram prís HARRANS, og alt hold skal lova heilaga navni Hansara í allar ævir og altíð. SÁLMUR Halleluja! Lova HARRANUM, sál mín! Eg skal lova HARRANUM, so leingi sum eg livi, eg skal lovsyngja Gudi mínum, so leingi sum eg eri til. Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa! Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara. Sælur er tann, hvørs hjálp er Gud Jákups, hvørs vón stendur til HARRAN Gud hansara, Hann, sum skapti himmal, jørð, hav, og alt, sum teimum er í, Hann, sum er trúfastur til ævigar tíðir, Hann, sum ger, at kúgað fáa rætt, sum gevur svongum breyð! HARRIN loysir hini bundnu, HARRIN letur upp eygu hinna blindu, HARRIN reisir upp tey, ið niðurboygd eru, HARRIN elskar hini rættvísu, HARRIN varðar fremmand, heldur faðirleysum og einkjum uppi; men gudleys letur Hann fara villar vegir. HARRIN er kongur í allar ævir, Gud tín, Zion, mann eftir mann! Halleluja! SÁLMUR Halleluja! Ja, tað er gott at lovsyngja Gudi okkara, ja, tað er lívsælt, lovsongur sømir seg. HARRIN byggir Jerúsalem upp aftur, Hann savnar hini spjaddu av Ísrael saman aftur; Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra; Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn. Harri okkara er stórur og veldigur í megi, vit Hansara stendur ikki til at meta. HARRIN heldur eyðmjúkum uppi, men boyggir gudleys til jarðar. Syngið fyri HARRANUM við tøkk, lovsyngið Gudi okkara við sitara, Honum, sum fjalir himmalin við skýggjum, letur jørðina fáa regn, letur grógva gras á fjøllunum, Honum, sum gevur fænum føði, ravnaungunum, ið rópa! Honum líkar ikki sterkar hestar, Hann hevur ikki tokka til kvikan mann; nei, HARRIN hevur tokka til teirra, sum óttast Hann, sum bíða eftir náði Hansara. Prísa HARRANUM, Jerúsalem, lova Gudi tínum, Zion! Tí Hann ger porturstengur tínar sterkar, Hann signar børn tíni í tær; landamarkum tínum gevur Hann frið, mettar teg við bestu hveiti; Hann sendir boð Sítt til jarðar, skjótt rennur orð Hansara avstað; Hann gevur kava sum ull, stroyir út rím sum øsku; Hann kastar hegling Sín sum breyðmolar; hvør kann standa fyri frosti Hansara! Aftur sendir Hann orð Sítt; tá tiðnar ísurin; Hann letur vind Sín blása; tá renna vøtnini. Hann hevur kunngjørt Jákupi orð Sítt, Ísrael boð Síni og lógir Sínar; tað hevur Hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð; lógir Hansara kenna tær ikki. Halleluja! SÁLMUR Halleluja! Lovið HARRANUM av Himli, lovið Honum á hæddini! Lovið Honum, allir einglar Hansara, lovið Honum, allir herskarar Hansara! Lovið Honum, sól og máni, lovið Honum, allar lýsandi stjørnur! Lovið Honum, himlar himlanna, og tit vøtn, ið eru yvir himlunum! Tey skulu lova navni HARRANS, tí Hann beyð, og tey vórðu skapt; og Hann setti tey á stað teirra fyri allar tíðir, í allar ævir; Hann gav lóg, sum einki av teimum brýtur. Lovið HARRANUM av jørðini, tit havdýr og øll djúp, eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk, tit fjøll og allir heyggjar, frukttrø og øll sedristrø, tit villdýr og alt fæið, skriðdýr og fuglar við veingjum, tit kongar á jørðini og øll fólkasløg, høvdingar og allir dómarar jarðar; ungir dreingir og ungar gentur, gomul við ungum! Tey skulu lova navni HARRANS; tí einki navn er høgt uttan Hansara, heiður Hansara er yvir jørð og himli. Og Hann hevur lyft fólki Sínum upp horn, øllum hinum heiløgu Sínum til lovsong, børnum Ísraels, fólkinum, ið stendur Honum nær. Halleluja! SÁLMUR Halleluja! Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara í samkomu hinna heiløgu! Ísrael skal gleðast í skapara sínum, børn Zions skulu frøast í kongi sínum. Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara. Tí HARRIN hevur tokka til fólk Sítt, Hann prýðir hini eyðmjúku við frelsu. Tey, sum óttast Gud, skulu frøast í dýrd, tey skulu rópa av gleði á legum sínum. Lovsongur til Gud er í munni teirra, og tvíeggjað svørð í hond teirra fyri at fullføra hevnd á heidningunum, straff á fólkasløgunum, fyri at binda kongar teirra við leinkjum, stórmenn teirra við jarnketum, fyri at fullføra fyriskrivaðan dóm á teimum. Hetta er øllum hinum heiløgu Hansara heiður. Halleluja! SÁLMUR Halleluja! Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara! Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara! Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara! Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu! Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum! Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! Halleluja! Sorgarsongirnir KAPITUL Sum hon situr eina, staðurin,* ið áður var so fjølbygdur! Hon er vorðin sum einkja; hin stóra millum tjóðirnar, furstafrúin í londunum, er vorðin trælkvinna. Hon grætur so sáran um næturnar, og tárini renna henni á kinn; troystara hevur hon ongan millum allar ástvinir sínar; allir vinir hennara eru vorðnir henni trúleysir, teir eru vorðnir fíggindar hennara. Í útlegd er Juda farið, eftir trongd og stóra møði; tað býr millum heidningarnar, hevur onga hvílu funnið; allir atsóknarmenn tess hava fingið tað aftur á trongum støðum. Vegirnir til Zion syrgja, við tað at eingin kemur til hátíðirnar; øll portrini har eru oyðin, prestarnir har suffa, moyggjarnar eru sorgarbundnar har, og sjálvt hevur tað beiska sorg. Tað hevur fingið óvinir sínar til harrar, fíggindar tess sita í trygd; tí HARRIN hevur lagt sorg á tað, aftur fyri at tað hevur syndað so nógv; hini smáu børn tess hevur fíggindin herleitt. Burtur svann frá dóttur Zion øll dýrd hennara; høvdingar hennara vórðu líkir hjørtum, ið einki gras finna; teir gingu har máttleysir fyri eygum atsóknarmanna. Í hesi neyðartíð síni, nú hon er í útlegd, minnist Jerúsalem alla dýrdina, hon hevði í fornum døgum; táið fólk hennara fall fyri hond fíggindans, og hon ongan hjálparmann hevði, sóu fíggindarnir hana, og teir høvdu frægd av tí, sum hon hevði mist. Stórliga hevur Jerúsalem syndað; tí er hon vorðin andstygd; allir teir, ið heiðraðu hana, vanvirða hana, tí teir sóu skomm hennara; sjálv suffaði hon og vendi sær burtur. Klædnafaldur hennara er dálkaður av óreinsku hennara; hon hugsaði ikki um, hvat endin fór at verða av henni; tí varð fall hennara so ræðuligt, eingin troystaði hana. HARRI, hygg neyð mín! Fíggindin ger seg stóran. Fíggindin rætti út hondina eftir øllum dýrabørum, ið hon átti, ja, inn í halgidóm sín sá hon heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína. Alt fólk hennara suffar og leitar eftir breyði; tað av dýrabørum, ið tey eiga, lata tey fyri mat at uppihalda lívinum við. Hygg, HARRI, hygg, hvussu vanvird eg eri vorðin! Gongur hetta tykkum ikki at hjarta, øll tit, ið ganga framvið eftir vegnum? Hyggið, og vitið, um slík plága finst sum plágan, ið mær er vold, hon, ið HARRIN hevur volt mær sorg við, tann dag vreiði Hansara brendi! Av hæddini sendi Hann eld í bein míni og forkom teimum; Hann legði net fyri føtur mínar, Hann rak meg aftur, legði meg í oyði, gjørdi meg sjúka bæði dag og nátt. Hond Hansara hevur knýtt saman syndir mínar til ok; samanbundnar eru tær lagdar á háls mín, Hann hevur tikið máttin frá mær; Harrin hevur givið meg í hendur teirra, sum eg ikki eri ment at standa ímóti. Harrin vrakaði allar kapparnar, ið hjá mær funnust, Hann stevndi saman móti mær fólkaskara til at sora ungu menn mínar; Harrin tróð persuna til dóm yvir moyggina, dóttur Juda. Um hetta gráti eg; eyga mítt, eyga mítt rennur burtur í vatni, tí langt frá mær er troystarin, ið lívga kundi sál mína; børn míni eru oydd tí fíggindin gjørdist ov sterkur. Zion rættir út hendur sínar, tað hevur ongan troystara; HARRIN hevur stevnt saman móti Jákupi fíggindum hansara rundan um hann; Jerúsalem er vorðin andstygd millum teirra. HARRIN er rættvísur tí eg stóð boðum Hansara ímóti. Hoyrið, øll fólk hyggið kvøl mín! Moyggjar mínar og ungu menn mínir fóru burtur herleidd. Eg rópti eftir ástvinum mínum, men teir sviku meg. Prestar mínir og hinir elstu mínir góvu upp andan í býnum, táið teir leitaðu eftir mati at uppihalda lívinum við. Hygg, HARRI, hvussu eg eri í neyð! Tað kókar innan í mær, hjartað vendir sær í brósti mínum tí eg var ólýðin; uttanfyri hevur svørðið gjørt meg barnleysa, innanfyri er tað sum deyðin. Teir hoyrdu, at eg suffaði, men har var eingin, ið troystaði meg; allir fíggindar mínir frættu um vanlukku mína, og teir vórðu glaðir um, at Tú hevur gjørt hetta. Men Tú letur koma ein dag, ið Tú hevur boðað frá, og tá skulu teir verða sum eg! Lat allan óndskap teirra koma fyri ásjón Tína, og ger við teir, sum Tú hevur gjørt við meg til straff fyri allar syndir mínar! Tí suff míni eru mong, og hjarta mítt er sjúkt. KAPITUL Sum Harrin í vreiði Síni hevur lagt myrk skýggj yvir dóttur Zion! Hann hevur kastað dýrd Ísraels av himli til jarðar, og vreiðidag Sín hevur Hann gloymt fótaskammul Sín. Harrin hevur ikki eirt, men forkomið øllum bústøðum Jákups; Hann hevur í vreiði Síni rivið niður øll hervirki dóttur Juda, sligið tey til jarðar; Hann hevur vanhalgað ríkið og høvdingar tess. Í brennandi vreiði hevur Hann høgt av hvørt horn í Ísrael, tikið høgru hond Sína aftur fyri ásjón fíggindans og sett eld á Jákup, líkur eldsloga, ið oyðir rundan um seg. Hann hevur eins og fíggindi spent boga Sín; við høgru hond Síni steig Hann fram eins og mótstøðumaður og drap alt tað, ið var eyga okkara gleði; í tjaldi dóttur Zions hevur Hann helt út vreiði Sína sum eld. Harrin er vorðin sum fíggindi, Hann hevur forkomið Ísrael, forkomið øllum høllum tess, lagt borgir tess í oyði og dungað oman yvir dóttur Juda eina sorgina fyri og aðra eftir. Hann hevur rivið niður tabernakul Sítt eins og urtagarð, lagt hátíðarstað Sítt í oyði; HARRIN hevur gjørt, at hátíð og sabbatur eru gloymd í Zion; í vreiði Síni hevur Hann vrakað bæði kong og prest. Harrin hevur vrakað altar Sítt, ikki skoytt um halgidóm Sín; Hann hevur givið í hendur fíggindans hallarmúrar tess*; teir** lótu sum hátíðardag rødd sína ljóða í húsi HARRANS. HARRIN hevur sett Sær fyri at oyða múr dóttur Zions; Hann strekti út málisnørið, Hann helt ikki hond Síni aftur frá herjing, Hann læt sorg koma yvir verndarvirki og múr, avfallin liggja tey har øll. Portur tess eru sokkin í jørðina, Hann hevur oytt og brotið sláir tess; kongar og høvdingar tess búgva millum heidningarnar, so eingin lóg er; ei heldur hava profetar tess fingið nakra sjón frá HARRANUM. Hinir elstu hjá dóttur Zion sita tigandi á jørðini; teir hava stroytt dust á høvd sítt og sveipað seg í syrgibúna; moyggjar Jerúsalems boyggja høvd sítt til jarðar. Eygu míni eru tærd burtur av gráti, tað kókar innan í mær, livur mín er runnin út á jørðina, tí dóttir fólks míns er oydd, tí smábørn og bróstabørn ørmaktast á gøtum staðarins; tey róptu á møður sínar: ?Hvar er korn og vín?? táið tey ørmaktaðust á gøtum staðarins eins og ein, ið særdur er táið tey góvu upp andan við móðurbarm. Hvat skal eg vitna fyri tær, hvat skal eg líkna teg við, tú dóttir Jerúsalem? Hvat skal eg meta javnt við teg, so eg kundi uggað teg, moyggin, dóttir Zion? Tí stórt sum havið er sár títt hvør er førur fyri at grøða teg! Profetar tínir hava skoðað tær fáfongd og dárskap; teir opinberaðu ikki misgerð tína, so lagna tín kundi verða vend; nei, teir kunngjørdu tær tómar og villleiðandi spádómar. Tey sláa saman hendur yvir tær, øll, ið ganga framvið á vegnum; tey spotta og rista við høvdinum yvir dóttur Jerúsalem: ?Er hetta staðurin, ið tey róptu hin alfagra, gleði alrar jarðarinnar?? Teir spíla upp gapið móti tær, allir fíggindar tínir, teir spotta og bíta á kampi, teir siga: ?Vit hava forkomið henni! Ja, hetta var dagurin, ið vit hugaðu okkum til, og hann kom, meðan vit livdu, vit fingu hann at síggja!? HARRIN hevur gjørt tað, ið Hann hevði sett Sær fyri; Hann hevur latið orð Sítt ganga út, tað, sum Hann longu í fornum døgum hevði kunngjørt; Hann hevur rivið niður og ikki eirt, og Hann læt fíggindan hava frægd av tær, Hann læt mótstøðumenn tínar bera hornini høgt. Hjarta teirra rópar til Harran tú múrur dóttur Zions! Lat tár renna sum løkir bæði dag og nátt, unn tær onga hvíld, lat ikki eyga títt fáa frið! Far upp um náttina og rópa hart hvørja ferð ein náttarvøka byrjar! Lat hjarta títt renna út sum vatn fyri ásjón Harrans! Lyft hondunum til Hansara fyri lívi barna tína, sum ørmaktast av hungri á hvørjum vegamóti! Hygg, HARRI, hygg! Hvønn hevur Tú gjørt so við! Skulu kvinnur eta lívsfrukt sína, børnini, ið borin verða á arminum! Skulu prestar og profetar verða dripnir í halgidómi Harrans! Ungir og gamlir liggja á jørðini, á gøtunum; moyggjar mínar og ungu menn mínir eru fallin fyri svørði; Tú drapst vreiðidag Tín, Tú høgdi niður og eirdi ikki. Sum hátíðardag stevndi Tú saman ræðslum yvir mær úr øllum ættum, og ikki ein slapp undan ella varð bjargaður vreiðidag HARRANS; tey, ið eg hevði borið á arminum og fostrað upp, teimum forkom fíggindi mín. KAPITUL Eg eri tann, ið havi sæð neyð undir vreiðikoyrli Hansara. Meg hevur Hann leitt og latið gingið í myrkri og ikki í ljósi. Ja, móti mær vendir Hann ferð eftir ferð hond Síni líðilangan dagin. Hann hevur latið bæði hold og húð slítast av mær, Hann soraði sundur beinini í mær. Hann hevur múrað meg inni og kringsett meg við galli og møði. Á myrkum støðum læt Hann meg búgva, eins og tey, sum langt síðani eru deyð. Hann hevur stongt meg inni, so eg sleppi ikki út; Hann hevur lagt meg í tungar leinkjur. Um eg so rópi og skríggi, letur Hann aftur oyrað fyri bøn míni. Við høgdum gróti hevur Hann múrað fyri leið mína; gøtur mínar hevur Hann gjørt ógongdar. Lúrandi bjørn er Hann mær, leyva, sum fjalir Seg. Hann hevur leitt meg avleiðis, Hann skræddi meg sundur og forkom mær. Hann spenti bogan og setti meg til mál fyri píl Sín. Synir pílahúsa Síns sendi Hann inn í nýru míni. Eg eri vorðin øllum fólki mínum til látur, teimum til tátt líðilangan dagin. Hann mettaði meg við beiskum urtum, Hann gjørdi meg druknan av malurt. Hann soraði tenn mínar við at geva mær smásteinar at eta, Hann gróv meg niður í øsku. Tú vrakaði meg og tókst friðin frá mær, eg gloymdi tað, ið gott er. Og eg segði: ?Tað er úti við kraft míni og vón míni til HARRAN!? Minst neyð og útlegd mína malurt og gall! Sál mín minnist tað og er niðurboygd í mær. Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna: Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín. HARRIN er lutur mín sigur sál mín tí vóni eg á Hann. HARRIN er teimum góður, sum bíða eftir Honum, tí sál, ið søkir Hann. Tað er gott, at ein bíðar stillur eftir frelsu HARRANS. Tað er manninum gott, at hann ber ok í ungdóminum, at hann situr eina og tigur, táið Hann leggur byrðar á hann, at hann boyggir munnin í dustið og sigur: ?Kanska vón er enn!? at hann vendir vangan til tann, ið slær hann, letur seg metta við háði. Tí Harrin vrakar ikki í allar ævir; nei, um Hann voldir sorg, so vísir Hann aftur náði, eftir ríku miskunn Síni; tí tað er ikki av hjarta, Hann plágar menniskjabørnini og voldir teimum sorg. Táið onkur sorar undir fótum sínum allar fangar á jørðini, boyggir rætt mansins fyri ásjón hins Hægsta ella ger manni órætt í máli hansara man ikki Harrin síggja tað! Hvør talaði, og tað kom, um tað var ikki Harrin, ið beyð tað! Er tað ikki av munni hins Hægsta, bæði ilt og gott gongur út! Hví suffar tá menniskjað her í lívinum? Lat ein og hvønn suffa um sína egnu synd! Latið okkum rannsaka vegir okkara og granska teir, og latið okkum venda okkum til HARRAN! Latið okkum lyfta hjarta og hondum okkara til Gud í Himli! Vit hava syndað og verið ólýðin Tú hevur ikki fyrigivið. Tú sveipaði Teg í vreiði og elti okkum, Tú drapst og eirdi ikki. Tú sveipaði Teg í skýggj, so eingin bøn slapp ígjøgnum. Til skarn og útskot gjørdi Tú okkum mitt ímillum tjóðirnar. Teir spíla upp gapið móti okkum, allir fíggindar okkara. Ræðsla og snerra eru vorðnar lutur okkara, oyðing og undirgangur. Tárastreymar renna av eyga mínum, tí dóttir fólks míns er løgd í oyði. Eyga mítt flýtur í tárum og fær ikki hvíld, tað kennir ikki frið fyrrenn HARRIN skoðar niður úr Himli, fyrrenn Hann hyggur at. At síggja allar døtur staðar míns voldir sál míni kvøl. Teir eru eftir mær og elta meg sum fugl, teir, ið uttan grund eru fíggindar mínir. Teir ætlaðu at gera enda á mær við at kasta meg í brunnin; teir blakaðu grót á meg. Vøtnini løgdu yvir høvd mítt; eg segði: ?Tað er úti við mær!? Eg ákallaði navn Títt, HARRI, haðani niðast úr brunninum. Tú hoyrdi rødd mína lat ikki oyrað aftur fyri rópi mínum, unn mær lætta! Tú vart nær, tann dag eg kallaði á Teg, Tú segði: ?Óttast ikki!? Harri, Tú hevur flutt mál sálar mínar, Tú hevur frelst lív mítt! HARRI, Tú hevur sæð órættin, ið yvir meg hevur gingið døm í søk míni! Tú hevur sæð alla hevnd teirra, øll óndu ráð teirra móti mær. Tú hevur hoyrt, hvussu teir háða, HARRI, øll óndu ráð teirra móti mær, tað, ið mótstøðumenn mínir tala og hugsa móti mær allan dagin! Hav eyguni eftir teimum, táið teir sita, og táið teir standa! Teir kvøða táttar um meg. Tú skalt løna teimum aftur, HARRI, eftir handaverki teirra! Tú skalt gera hjarta teirra forherðað, bann Títt skal verða lutur teirra. Tú skalt elta teir í vreiði og forkoma teimum, so teir eru ikki til longur undir himli HARRANS. KAPITUL Sum tó er fallið á gullið! Sum tó hitt fínasta gullið er umbroytt! Hinir heiløgu steinar liggja slongdir á hvørjum vegamóti. Hinir dýru synir Zion, líka mikið verdir sum fínasta gull hvussu eru teir ikki mettir javnt við leirkrukkur, verk av hondum leirkerasmiðs! Enntá sjakalar bjóða fram júgrið, geva hvølpum sínum at súgva men dóttir fólks míns er vorðin harðhjartað sum strutsurin í oyðimørkini. Tunga bróstabarnsins hongur føst í gómunum av tosta; smábørn biðja geva sær breyð, men har er eingin, sum býtir út til teirra. Tey, sum ótu fínar rættir, liggja nú máttleys á gøtunum; tey, sum vórðu borin á purpuri, fevna nú tøðdungum. So varð tá straffin fyri misgerð dóttur fólks míns størri enn straffin fyri synd Sodoma, sum varð brotin í grund eftir eini løtu, uttan at hendur vórðu reiggjaðar móti tí! Høvdingar hennara vóru reinari enn kavi, hvítari enn mjólk; kroppur teirra var reyðari enn koralar; teir sóu út sum safirur. Myrkari enn svart eru teir nú at síggja; teir verða ikki kendir á gøtunum; beinini í teimum eru komin út undir húðina, ið er tornað sum træ. Lukkuligari vóru tey, sum fullu fyri svørði, enn tey, sum hungurin gjørdi enda á, tey, sum tærdust burtur og gingu til grundar, tí teimum fattaðist breyð. Eymhjartaðar kvinnur kókaðu sjálvar børn síni, sum tær høvdu til føði, táið dóttir fólks míns gekk til grundar. HARRIN tømdi bræði Sína, úthelti brennandi vreiði Sína og kyndi eld í Zion, sum legði grundvøllir tess í oyði. Hvørki kongar jarðarinnar ella nakar, sum á jarðarríki búði, hugsaði, at óvinur og fíggindi skuldi koma inn um portur Jerúsalems. Syndir profeta teirra, misgerðir presta teirra sum útheltu blóð rættvísra í býnum voldu, at so gekk. Teir reikaðu um sum blindir á gøtunum, útdálkaðir í blóði, so ikki var nertandi við klæði teirra. ?Varðið tykkum! Ein óreinur!? varð rópt undan teimum; ?varðið tykkum, varðið tykkum, nertið ikki við teir!? Tí teir eru flýddir og reika um, og sagt verður millum heidningarnar: ?Her sleppa teir ikki at vera longur!? Ásjón HARRANS hevur spjatt teir sundur, Hann vendir Sær ikki til teirra meir; prestar virða teir* ikki, hinum gomlu vísa teir ikki miskunn. So leingi sum tað* stóð, stardu eygu okkara seg móð eftir hjálp, ið ikki kom; á vakttornum okkara hugdu vit eftir tjóð, ið ikki kundi frelsa okkum. Teir lúrdu eftir, hvar vit stigu, so vit fingu ikki gingið á gøtum okkara; endi okkara var komin nær, tíð okkara var úti, ja, endi okkara var komin. Teir, ið lógu eftir okkum, vóru kvikari enn ørnirnar undir himli; á fjøllunum eltu teir okkum, í oyðimørkini lúrdu teir eftir okkum. Lívsandi okkara hin salvaði HARRANS varð fangaður í grøvum teirra, hann, ið vit søgdu um: ?Í skugga hansara skulu vit liva millum tjóðirnar.? Fegnast tú og ver glað, dóttir Edom, tú, sum býrt í Uzlandi! Steypið kemur til tín við, tú skalt verða drukkin og lata teg nakna! Straff tín er at enda, dóttir Zion! Hann skal ikki lata teg fara í útlegd uppaftur. Men teg, dóttir Edom, skal Hann heimsøkja fyri misgerð tína, opinbera syndir tínar! KAPITUL HARRI! Minst tað, ið yvir okkum hevur gingið, skoða og síggj, hvussu vit verða háðað! Fremmandir hava fingið arv okkara, útlendingar hús okkara. Vit eru vorðin foreldraleys eiga ongan faðir; møður okkara eru sum einkjur. Vatnið, ið vit drekka, noyðast vit at keypa; brennið noyðast vit at lata pening fyri. Teir, ið elta okkum, eru okkum í hølunum; vit eru troytt, fáa ikki hvíld. Vit hava givið okkum undir Egyptaland, undir Assýria til at verða mettað við breyði. Fedrar okkara hava syndað teir eru ikki til longur; men vit noyðast at bera misgerðir teirra. Trælir eru harrar okkara; eingin rívur okkum úr hondum teirra. Við vanda fyri lívinum fáa vit breyðið til okkara, hótt av svørði oyðimarkarinnar. Húð okkara brennur sum ovnur í hungurslogunum. Kvinnur hava teir neyðtikið í Zion, moyggjar í býum Juda. Høvdingar hava teir hongt; onga virðing hava teir víst hinum gomlu. Unglingar bóru kvørnina, dreingir duttu undir viðarbyrðum. Hinir gomlu sita ikki í portrinum longur, hinir ungu eru givnir uppat við streingjaleikinum. Tað er úti við hjartagleði okkara, dansur okkara er umskiftur í sorg. Krúnan er fallin okkum av høvdinum vei okkum, vit hava syndað! Tí er hjarta okkara sjúkt, tí eru eygu okkara vorðin døpur tað kemur av, at Zionsfjall liggur í oyði, revar leypa um har. Tú, HARRI, situr í hásæti til ævigar tíðir, hásæti Títt verður mann eftir mann! Hví vilt Tú gloyma okkum í allar ævir, venda Tær frá okkum so langa tíð? HARRI! Leið okkum aftur til Tín so koma vit aftur! Gev okkum nýggjar dagar, slíkar sum í forðum! Tí manst Tú heilt hava vrakað okkum! Manst Tú vera so ovurhonds vreiður við okkum! Bræv Paulusar til Titus KAPITUL Fyriskipanir viðvíkjandi samkomuni á Kreta. Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta, í vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum. Og táið tíðin var komin, opinberaði Hann orð Sítt í prædikuni, sum mær er litin upp í hendur eftir boði Guds, Frelsara okkara til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náði og friður frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara! Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær, um onkur er, sum er ólastandi, maður einar kvinnu, og hevur trúgvandi børn, sum ikki hava ringt orð á sær fyri óskikkiligt lív ella eru treisk. Tí umsjónarmaður skal vera ólastandi sum húshaldari Guds, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, ikki gjarnur eftir ljótum vinningi, men gestablíður, elskandi hitt góða, høviskur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi, ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti. Tí mong eru, sum ikki vilja vita av ræði, sum fara við tómum tosi og leiða í villu; serliga eru tað tey av umskeringini. Slík eiga at verða tept; tí tey villleiða heil hús við at læra tað, sum ikki eigur at verða lært fyri at fáa ljótan vinning. Ein teirra ein av teirra egnu profetum hevur sagt: ?Kretingar eru altíð lygnarar, óargadýr, letibúkar.? Hesin vitnisburður er sannur. Tí skalt tú hava strangliga at teimum, so tey kunnu verða heilbjargin í trúnni og ikki akta eftir jødiskum ævintýrum og boðum manna, sum venda sær burtur frá sannleikanum. Alt er hinum reinu reint; men hinum óreinu og vantrúgvandi er einki reint; nei, bæði sinni og samvitska teirra eru dálkað. Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólyðin og duga einki gott verk til. KAPITUL Hvussu Titus skal áminna hini trúgvandi, hvørt í kalli og standi tess, Opinbering hinnar frelsandi náði miðar móti heiløgum lívi, Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru: At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum; at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heiløgum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er, so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni, at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað! Áminn somuleiðis hinar ungu menn at hava sámiligan atburð, og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru, heilnæma, ólastandi talu, so mótstøðumaðurin verður til skammar, við tað at hann einki ilt hevur at siga um okkum! Áminn trælir at vera teirra egnu harrum undirgivnar, at vera teimum til vildar á allan hátt, ikki siga ímóti, ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara! Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu, og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er, meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists, sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk. Tala hetta og áminn og revsa við øllum myndugleika lat ongan vanvirða teg! KAPITUL Titus skal áminna til lýdni fyri yvirvøldini og til eyðmjúkleika. Frelsan er óuppiborin, av náði, Ávaring móti at hava við lygilæru at gera, Aðrar fyriskipanir, Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk, ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri! Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað. Men táið góðska Guds, Frelsara okkara, og kærleiki Hansara til menniskjuni vórðu opinberað, frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum, sum Hann ríkliga úthelti yvir okkum við Jesusi Kristi, Frelsara okkara, so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív. Tað er trúvert orð, og um hetta vil eg, at tú skalt vitna við kraft, so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk. Hetta er menniskjum gott og gagnligt. Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá tey eru nyttuleys og tóm. Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat, við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum. Táið eg sendi Artemas ella Týkikus til tín, kom tá til mín í Nikopolis, um tú á nakran hátt kanst! Har havi eg sett mær fyri at verða í vetur. Zenasi hinum lógkøna og Apollosi skalt tú gera tær ómak fyri at hjálpa á veg, so einki fattast teimum. Eisini okkara mugu læra at gera góð verk, alt eftir sum trongd er til, so tey vera ikki ávakstarleys. Allir, ið hjá mær eru, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum! Zakarias KAPITUL Áminning um at venda við, Fyrsta sjónin, Í áttanda mánaði, annað árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS til Zakarias profet, son Berekias, son Iddo; Hann segði: Stór var vreiði HARRANS móti fedrum tykkara. Sig tí við tey: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Vendið við til Mín sigur HARRIN Gud herskaranna so skal Eg venda við til tykkara sigur HARRIN Gud herskaranna. Verið ikki eins og fedrar tykkara, sum profetarnir, ið áður vóru, prædikaðu fyri og søgdu: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna: Vendið við frá óndu leiðum tykkara og óndu verkum tykkara!? Men teir lurtaðu ikki eftir og virdu einki um Meg sigur HARRIN. Fedrar tykkara hvar eru teir! Og profetarnir kunnu teir liva til ævigar tíðir! Men orð Míni og ráð Míni, sum Eg segði við tænarar Mínar profetarnar at kunngera komu tey ikki yvir fedrar tykkara, so teir vendu við og søgdu: ?Sum HARRIN Gud herskaranna hevði í huga at gera við okkum fyri vegir okkara og verk okkara, so hevur Hann gjørt við okkum!? Tann fjórða og tjúgunda í ellivta mánaði sebat mánaði annað árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS til Zakarias profet, son Berekias, son Iddo; hann segði: Eg hevði um náttina sjón: Eg sá mann, ið reið á reyðum hesti; hann var steðgaður millum myrtustrøini heilt niðri í dalinum, og aftan fyri hann vóru reyðir, brúnir og hvítir hestar. Eg spurdi: ?Hvat er hetta, harri?? Og eingilin, ið talaði við meg, segði við meg: ?Eg skal lata teg síggja, hvat hetta er.? Nú tók maðurin, ið steðgaður var millum myrtustrøini, til orða og segði: ?Hetta eru teir, ið HARRIN hevur sent at fara um jørðina.? Og teir tóku til orða og søgdu við eingil HARRANS, ið steðgaður var millum myrtustrøini: ?Vit hava farið um jørðina og hava funnið alla jørðina at vera kvirra og í friði.? Tá tók eingil HARRANS til orða og segði: ?HARRI Gud herskaranna! Hvussu leingi fer tað at vera, áðrenn Tú miskunnar Teg yvir Jerúsalem og býir Juda, sum Tú hevur verið illur við nú í sjeyti ár?? HARRIN svaraði einglinum, ið talaði við meg, góð og troystandi orð. Eingilin, ið talaði við meg, segði nú við meg: ?Kunnger hesi orð: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg brenni av stórum íðinskapi fyri Jerúsalem og Zion, men av ógvuligari vreiði móti hinum tryggu heidningafólkum; tí Eg var ikki meir enn eitt sindur illur, men tey hjálptu til at vaksa um vanlukkuna. Tí sigur HARRIN so: Eg vendi Mær aftur til Jerúsalem við miskunn; hús Mítt skal verða reist har sigur HARRIN Gud herskaranna og málisnørið skal verða strekt yvir Jerúsalem. Kunnger eisini hesi orð: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn skulu býir Mínir hava yvirflóð av tí, sum gott er; eina ferð enn skal HARRIN troysta Zion og útvelja Jerúsalem.? KAPITUL Onnur og triðja sjónin. Síðani hugdi eg upp og fekk at síggja fýra horn. Tá spurdi eg eingilin, ið talaði við meg: ?Hvat er hetta?? Hann svaraði mær: ?Hetta eru hornini, ið hava spjatt Juda, Ísrael og Jerúsalem.? So læt HARRIN meg síggja fýra smiðir. Tá spurdi eg: ?Hvat koma hesir til?? Hann svaraði: ?Hornini spjaddu Juda, so eingin vágaði sær at lyfta høvdinum; men nú eru hesir komnir at ræða tey og sláa hornini av heidningafólkunum, ið hava lyft horn móti Judalandi til at spjaða tað.? Nú hugdi eg upp og fekk at síggja mann, ið hevði málisnøri í hondini. Eg spurdi hann: ?Hvar fert tú?? Hann svaraði: ?Til Jerúsalem, at mála tað og vita, hvussu breitt, og hvussu langt tað skal vera.? Eingilin, ið talaði við meg, steig nú fram, og annar eingil kom ímóti honum. Hann segði við hann: ?Leyp avstað og sig við handa unga mannin har. ?Opið og ógirt skal Jerúsalem liggja so nógv skal vera har, bæði av fólki og fæi. Og Eg sigur HARRIN skal vera eldmúrur rundan um tað og opinbera dýrd Mína har.?? Upp, upp flýggið úr Norðurlandi sigur HARRIN tí Eg havi spjatt tykkum í allar ættir! sigur HARRIN. Upp, Zion, bjarga tær undan, tú, sum býrt hjá dóttur Bábel! Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Hann, sum hevur sent meg avstað at heiðra Seg so sigur Hann um tjóðirnar, ið rændu tykkum tí tann, ið nemur tykkum, rørir við eygnastein Hansara -: ?Eg reiggi hondina móti teimum, og teir skulu verða teimum herfongur, sum nú træla hjá teimum!? Og tit skulu sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg. Fegnast stórliga og gleð teg, dóttir Zion! Tí Eg komi og skal búgva hjá tær sigur HARRIN. Og mong heidningafólk skulu tann dag geva HARRANUM seg og verða fólk Mítt; Eg skal búgva hjá tær og tú skalt sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tín. HARRIN skal taka Juda í ogn sum part Sín í hinum heilaga landi, og Hann skal eina ferð enn útvelja Jerúsalem. Ver stilt fyri ásjón HARRANS, alt hold! Tí Hann hevur reist Seg og er farin út úr heilaga bústaði Sínum. KAPITUL Fjórða sjónin. Nú læt Hann meg síggja Josva høvuðsprest; hann stóð framman fyri eingil HARRANS, og Satan stóð undir høgru lið hansara at bera fram klagu móti honum. Men HARRIN segði við Satan: ?HARRIN revsi teg, Satan! HARRIN revsi teg, Hann, sum hevur útvalt Jerúsalem! Er hesin* ikki brandur, ryktur úr eldinum!? Josva var í skitnum klæðum, har hann stóð framman fyri einglinum. Tá tók eingilin til orða og segði við teir, ið framman fyri honum stóðu: ?Latið hann úr hinum skitnu klæðunum!? Og við hann sjálvan segði hann: ?Eg havi tikið misbrot títt burtur frá tær, og tú skalt nú verða latin í hátíðarklæði.? Framvegis segði hann: ?Setið reina húgvu á høvd hansara!? Og teir settu ta reinu húgvuna á høvd hansara og lótu hann í onnur klæði, meðan eingil HARRANS stóð hjá. Tá vitnaði eingil HARRANS fyri Josva og segði: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna: Gongur tú leiðir Mínar og heldur boð Míni, so skalt tú eisini sleppa at stýra húsi Mínum og vera vaktari í forgørðum Mínum; og Eg skal lova tær at ganga millum hesar, ið her standa. Hoyr nú, Josva, høvuðspresturin! Tú og vinir tínir, ið sita her framman fyri teg, tit eru fyriboðarar, at Eg skal lata tænara Mín Kvist koma. Tí steinurin ið Eg havi lagt framman fyri Josva, yvir hesum steini vakja sjey eygu. Eg risti í hann innskriftina, ið hann skal hava sigur HARRIN Gud herskaranna og eftir einum degi taki Eg burtur misbrotið hjá hesum landi. Tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna skulu tit bjóða hvør øðrum til veitslu undir víntrænum og fikutrænum.? KAPITUL Fimta sjónin. Nú kom eingilin, ið tosaði við meg, aftur, og vakti meg, sum táið ein verður vaktur upp úr svøvni. Hann segði við meg: ?Hvat sært tú?? Eg svaraði: ?Eg síggi ljósastaka, ið er av gulli, allur sum hann er; oman á honum er oljuskál, og hann hevur sjey lampur og sjey rør til lampurnar. Hjá honum standa tvey oljutrø, annað høgrumegin oljuskálina, og annað vinstrumegin.? Tá tók eg til orða og spurdi eingilin, ið talaði við meg: ?Hvat er hetta, harri?? Eingilin, ið talaði við meg, svaraði: ?Veitst tú ikki, hvat hetta er?? Eg segði: ?Nei, harri!? Hann tók nú til orða og segði við meg: ?Hetta eru orð HARRANS til Zerubbabel: Ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda Mínum sigur HARRIN Gud herskaranna. Hvør ert tú, stóra fjall, ið reisir teg móti Zerubbabel! Tú skalt verða til slætta! Og hann skal fara eftir ovasta steininum, meðan fagnaðarróp hoyrast: ?Náði, náði veri við honum!?? Framvegis kom orð HARRANS til mín; Hann segði: ?Hendur Zerubbabels hava lagt grundina til hetta hús, og hendur hansara skulu fullføra tað; og tú skalt sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tykkara. Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum! Við gleði síggja hini sjey* blýloddið í hond Zerubbabels hesi eygu HARRANS, ið hyggja yvir alla jørðina.? Nú tók eg til orða og spurdi hann: ?Hvat eru hesi bæði oljutrøini, høgrumegin og vinstrumegin ljósastakan?? Uppaftur tók eg til orða og spurdi hann: ?Hvat eru oljugreinarnar báðar, sum eru tætt við gullpípurnar báðar, ið lata hina gyltu oljuna streyma úr sær?? Tá segði hann við meg: ?Veitst tú ikki, hvat tær eru?? Eg svaraði: ?Nei harri!? Tá segði hann: ?Tað eru hinir oljusalvaðu báðir, ið standa hjá Harranum yvir allari jørðini.? KAPITUL Sætta og sjeynda sjónin. Síðani hugdi eg aftur upp og fekk at síggja flúgvandi bókrullu. Hann spurdi meg: ?Hvat sært tú?? Eg svaraði: ?Eg síggi flúgvandi bókrullu, ið er tjúgu alin long og tíggju alin breið.? Tá segði hann við meg: ?Hetta er bannið, ið fer út um alt landið; hvør tann, ið stjelur, skal, eftir tí, sum stendur á aðrari síðu hennara, verða týndur, og hvør tann, ið svør rangt, skal, eftir tí, sum stendur á hini síðu hennara, verða týndur. Eg havi latið tað* fara út sigur HARRIN Gud herskaranna og tað skal koma í hús tjóvsins og í hús tess, sum svør rangt um navn Mítt; tað skal verða verandi í húsi hansara og oyða tað, bæði timbur og grót.? Eingilin, ið talaði við meg, steig nú fram og segði við meg: ?Hygg upp og síggj, hvat hatta er, ið har kemur!? Eg spurdi: ?Hvat er tað?? Hann svaraði: ?Tað er efumál, ið har kemur.? Og hann segði: ?So er vorðið við teimum í øllum landinum.? Tá varð blýlok lyft av, og nú sat kvinna niðri í efumálinum. Hann segði: ?Hatta er gudloysið!? Og hann fírdi hana niður í efumálið og klamsaði blýlokið aftur yvir tremurnar. Táið eg nú hugdi upp aftur, fekk eg at síggja tvær kvinnur, ið komu har, og vindur var undir veingjum teirra tí tær høvdu veingir sum storkaveingir; tær lyftu efumálið upp millum jørð og himmal. Tá spurdi eg eingilin, ið talaði við meg: ?Hvar fara tær við efumálinum?? Hann svaraði: ?Tær fara til Sinearsland at byggja henni hús har; og táið tey eru liðug, skal hon verða sett niður har á stað sítt.? KAPITUL Áttanda sjónin, Profetorð um Messias, Aftur hugdi eg upp og fekk tá at síggja fýra vagnar, ið komu út millum tvey fjøll; fjøllini vóru av kopari. Fyri fyrsta vagninum vóru reyðir hestar, fyri øðrum svartir, fyri triðja hvítir, og fyri fjórða flekkutir, sterkir hestar. Eg tók tá til orða og segði við eingilin, ið talaði við meg: ?Hvat er hetta, harri?? Eingilin svaraði: ?Hetta eru hinir fýra vindar himmalsins, sum nú fara avstað, eftir at teir hava stigið fram fyri Harran yvir allari jørðini. Vagnurin við hinum svørtu hestunum fyri fer til Norðurlandið; hinir hvítu fara aftan á teimum, og hinir flekkutu fara til Suðurlandið.? Og hinir sterkastu* fóru avstað; men við tað at teir høvdu hug at fara út um jørðina, segði hann: ?Farið út um jørðina!? Og teir fóru út um jørðina. Síðani rópti hann hart á meg og segði við meg: ?Sært tú, teir, ið fara til Norðurlandið, svala vreiði Míni á Norðurlandið.? Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: Tak við gávum hinna herleiddu frá Heldai, Tobia og Jedaja far sjálvur og tað í dag inn hjá Josiasi, syni Zefanias tí hagar eru teir komnir úr Bábel tak við silvuri og gulli frá teimum, og ger krúnur og set tær á høvd Josva, sonar Józadaks, høvuðsprestsins! Og sig við hann: ?So sigur HARRIN Gud herskaranna: Maður skal koma, sum eitur Kvistur; undir Honum skal grógva, og Hann skal reisa tempul HARRANS. Ja, Hann skal reisa tempul HARRANS, og Hann skal vinna dýrd og sita í hásæti Sínum og stýra; Hann skal vera prestur, har Hann situr í hásæti Sínum, og friðarráð skulu vera millum teir báðar. Men krúnurnar skulu vera í templi HARRANS til minnis um Helem, Tobia, Jedaja og Hen, son Zefanias. Úr fjarløgu skulu teir koma at byggja at templi HARRANS, og tit skulu sanna, at HARRIN Gud herskaranna hevur sent meg til tykkara hetta skal henda, so satt sum tit lurta eftir tí, ið HARRIN Gud tykkara sigur.? KAPITUL Ikki sorg og føsta, men umvending leiðir til frelsu. Fjórða árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS til Zakarias tann fjórða í níggjunda mánaði kislev mánaði. Úr Betel vóru tá sendir Sarezer og Regem-Melek við monnum sínum at biðja HARRAN um náði og spyrja prestarnar í húsi HARRANS Guds herskaranna og profetarnar: ?Skulu vit gráta og fasta í fimta mánaði, sum vit hava gjørt nú í so mong ár?? Tá kom orð HARRANS Guds herskaranna til mín; Hann segði: Sig við alt fólkið í landinum og við prestarnar: Táið tit nú í sjeyti ár hava hildið føstu- og grátidagar í fimta og sjeynda mánaði, er tað tá fyri Mína skuld, tit hava fastað! Og táið tit eta og drekka, eru tað tá ikki tit, ið eta og drekka! Minnast tit ikki orðini, ið HARRIN læt prædika við profetunum, ið frammanundan hava verið, táið Jerúsalem var bygt og hevði frið við býum sínum rundan um seg, og fólk búði í Suðurlandinum og slættlendinum? Framvegis kom orð HARRANS til Zakarias; Hann segði: So segði HARRIN Gud herskaranna: ?Dømið rættvísar dómar, og vísið kærleika og miskunn hvør móti øðrum! Kúgið ikki einkjur og faðirleys, fremmand og fátæk, og upphugsið ikki ilt í hjartanum, hvør móti øðrum!? Men teir vildu ikki hoyra; treiskir spentu teir økslina ímóti og gjørdu oyru síni deyv, so teir hoyrdu ikki; ja, teir gjørdu hjarta sítt hart sum diamant, so teir skuldu ikki hoyra lógina og orðini, ið HARRIN Gud herskaranna við Anda Sínum sendi við profetunum, ið frammanundan hava verið; tí kom stór vreiði frá HARRANUM Gudi herskaranna. Og eins og Hann rópti, og teir hoyrdu ikki, ?so? segði HARRIN Gud herskaranna ?skulu teir rópa, og Eg skal ikki hoyra; nei, Eg skal spjaða teir sum við stormi millum øll heidningafólkini, ið teir kenna ikki.? So er nú landið vorðið oyðið eftir teir, so eingin ferðast aftur og fram har. Soleiðis gjørdu teir hitt yndisliga land til oyðimørk. KAPITUL Lyfti um frelsu Ísraels. Framvegis kom orð HARRANS Guds herskaranna; Hann segði: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg eri ógvuliga íðin fyri Zion, ja, við stórari vreiði eri Eg íðin fyri tí. So sigur HARRIN: Eg komi aftur til Zion og skal búgva í Jerúsalem; Jerúsalem skal verða kallað ?hin trúfasti staðurin?, og fjall HARRANS Guds herskaranna ?hitt heilaga fjallið?. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn skulu gamlir menn og gamlar kvinnur sita á torgum Jerúsalems, hvørt við stavi sínum í hondini, av tí at tey eru so gomul; og torgini í býnum skulu vera full av dreingjum og gentum, ið spæla á torgunum har. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Um hetta á hesum døgum kann tykjast ómøguligt í eygum teirra, sum eftir eru av hesum fólki, man tað fyri tann skuld tykjast ómøguligt í eygum Mínum! sigur HARRIN Gud herskaranna. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg frelsi fólk Mítt, bæði úr Eysturlandi og úr Vesturlandi, og Eg lati tey koma higar; tey skulu búgva í Jerúsalem, og tey skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra í sannleika og rættvísi. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Hendur tykkara veri sterkar, tit, sum á hesum døgum hoyra hesi orð av munni profetanna, ið talaðu, tann dag grundin varð løgd til hús HARRANS Guds herskaranna, templið, ið byggjast skuldi! Tí fyri ta tíðina spurdist einki burtur úr arbeiðinum, hvørki hjá menniskjum ella kríatúrum, og eingin hevði frið fyri fíggindanum, um hann nú gekk út ella inn; tí Eg slepti øllum menniskjum leysum, hvørjum móti øðrum. Men nú skal Eg ikki vera sum í farnum døgum móti teimum, ið eftir eru av hesum fólki sigur HARRIN Gud herskaranna. Tí nú skal friður verða sáaður; víntræið skal geva ávøkst sín, jørðin grøði sína, og himmalin døgg sína; Eg skal lata tey, sum eftir eru av hesum fólki, fáa alt hetta í ogn. Og eins og tit, bæði hús Juda og hús Ísraels, hava verið bann millum heidningarnar, so skal Eg nú frelsa tykkum, og tit skulu verða signing óttist ikki, hendur tykkara veri sterkar! Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eins og Eg setti í Meg at fara illa við tykkum, táið fedrar tykkara vaktu vreiði Mína sigur HARRIN Gud herskaranna og angraði tað ikki, so havi Eg nú á hesum døgum sett í Meg at gera væl við Jerúsalem og hús Juda óttist ikki! Hetta er tað, ið tit skulu gera: Talið sannleika, hvør við annan, dømið í portrum tykkara rættvísar dómar og dómar, ið elva frið! Upphugsið ikki ilt hvør móti øðrum í hjarta tykkara, og elskið ikki rangan eið! Tí alt slíkt hati Eg sigur HARRIN. Orð HARRANS Guds herskaranna kom til mín; Hann segði: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Føsturnar í fjórða, fimta, sjeynda og tíggjunda mánaði skulu verða húsi Juda til frøi og gleði og til glaðar høgtíðir men elskið sannleika og frið! So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn skulu heil fólkasløg og íbúgvarnir úr mongum býum koma higar. Tey, sum búgva í einum býi, skulu fara til ein annan og siga: ?Latið okkum fara og biðja HARRAN um náði og søkja Hann, HARRAN Gud herskaranna eg fari, eg við!? Og mong fólkasløg og heidningafólk skulu koma fjølment at søkja HARRAN Gud herskaranna í Jerúsalem og at biðja HARRAN um náði. So sigur HARRIN Gud herskaranna: Á teimum døgum skulu tíggju menn av øllum tungumálum heidningafólkanna tríva í kappavel eins Jøda og siga: ?Latið okkum koma við tykkum, tí vit hava hoyrt, at Gud er við tykkum!? KAPITUL Dómur yvir fíggindar Ísraels, Profetorð um Messias og signingina á tíð Hansara, Hesin spádómur er orð HARRANS móti Hadrakslandi; eisini í Damaskus skal hann sláa niður tí HARRIN hevur eyguni eftir menniskjunum og eftir øllum ættum Ísraels. Hann rámar eisini Hamat, sum liggur har hjá, somuleiðis Týrus og Sidon, har teir eru so klókir. Týrus reisti sær verndarvirki, og tað dungaði upp silvur sum dust og fínt gull sum skarn á gøtunum. Men Harrin skal arma tað út og renna múrar tess á sjógvin; sjálvt skal tað verða oytt av eldi. Askalon sær tað og ræðist; Gaza ringist av ræðslu, somuleiðis Ekron, tí vón tess brast; Gaza skal missa kong sín, og í Askalon skal eingin búgva. Í Asdod skal búgva bert óvandafólk, og Eg skal gera enda á hugmóði Filistaranna; Eg skal taka blóðið* út úr munni teirra og alt hitt viðurstyggiliga** úr tonnum teirra; tá skulu eisini tey verða Gudi okkara leivd; tey skulu vera sum høvdingar í Juda, og Ekron skal vera sum Jebusitur. Eg skal reisa tjøld Míni til vernd fyri hús Mítt móti herum, ið koma og fara, og eingin kúgari skal koma yvir tey uppaftur; tí nú havi Eg sæð tað við Mínum egnu eygum. Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnaðarróp, dóttir Jerúsalem! Hygg, kongur tín kemur til tín! Rættvísur er Hann og fullur av frelsu, fátækur er Hann og ríður á esli, á ungum esilsfyli. Eg skal oyða vagnarnar úr Efra'im og hestarnar úr Jerúsalem; allir herbogar skulu oyðast. Hann skal tala frið til tjóðirnar, og harradømi Hansara skal náa frá havi til hav og frá ánni til endar jarðarinnar. Fyri sáttmálablóðs tíns skuld skal Eg sleppa fangum tínum út, ja, upp úr hinum vatnleysa brunni. Heimaftur til borgina, tit fangar, ið vón hava! Eisini í dag kunngeri Eg tykkum, at Eg skal geva tykkum dupult aftur. Tí Eg spenni Juda sum boga Mín, leggi Efra'im á sum píl, og Eg eggi synir tínar, Zion, móti sonum tínum, Javan; Eg geri teg líkan svørði kappans. Ja, HARRIN skal opinbera Seg yvir teimum, og pílur Hansara skal fara út sum snarljósið; Harrin HARRIN skal blása í horn og ganga fram í sunnanstormum. HARRIN Gud herskaranna skal vera teimum vernd, og teir skulu gloypa fíggindum sínum og traðka teir undir fótum sum sleingisteinar; teir skulu drekka blóð teirra og verða kátir sum av víni; teir skulu verða so fullir av blóði sum offurskálin, sum altarhornini. HARRIN Gud teirra skal frelsa tey tann dag; tey eru jú fólkið, ið Hann hevur tikið til fylgi Sítt; tí tey eru dýrir steinar í krúnu og skyggja yvir land Hansara. Hvør dýrt er tað ikki, og hvør vakurt! Kornið fær unglingar at blóma upp, og vínið ungar gentur. KAPITUL Tað er Harrin, ið veitir hjálp, og ikki avgudar, Hóttan móti hirðunum og lyfti til fólkið, HARRAN skulu tit biðja um regn, táið várregntíðin er komin. HARRIN sendir snarljósini, og regnskúrir skal Hann geva teimum, hvørjum manni grøði av markini. Tí húsgudarnir talaðu svik, og spámenninir skoðaðu lygn; tómar dreymar kunngjørdu teir, og troystin, ið teir góvu, var einki verd; tí noyddist fólkið at fara avstað sum seyður og líða ilt av tí at eingin hirði var. Móti hirðunum er vreiði Mín tendrað, og bukkarnar skal Eg heimsøkja; tí HARRIN Gud herskaranna vendir Sær til fylgi Sítt hús Juda og ger tað til stolta gangara Sín í bardaganum. Úr tí skal hornsteinurin koma, úr tí tjaldhælurin, úr tí herbogin; úr tí skal hvør stýrismaður koma. Teir skulu vera líkir køppum, ið traðka fíggindar sínar niður í bardaganum eins og skarnið á gøtunum; ja, berjast skulu teir, tí HARRIN er við teimum, og teir, ið ríða á hestum, skulu verða til skammar. Eg skal styrkja hús Juda og frelsa hús Jósefs; Eg skal miskunna teimum og lata tey koma aftur, og tey skulu vera, sum Eg aldri hevði vrakað tey; tí Eg eri HARRIN Gud teirra og skal bønhoyra tey. Efra'imsmenn skulu verða køppum líkir, og hjørtu teirra skulu verða glað sum av víni; børn teirra skulu síggja tað og gleðast; hjørtu teirra skulu fegnast í HARRANUM. Eg bríksli eftir teimum og savni tey, tí Eg havi loyst tey; og tey skulu verða fjølment, eins og tey vóru í forðum. Eg skal sáa tey út millum tjóðirnar; men í londunum har langt burtur skulu tey minnast Meg; og tey skulu liva við børnum sínum og koma aftur. Eg skal leiða tey heimaftur úr Egyptalandi og savna tey úr Assur, og Eg skal leiða tey til Gileadsland og Libanon, og har skal ikki verða nóg mikið rúm fyri teimum. Hann* skal fara fram gjøgnum havið, gjøgnum vandar, og sláa niður bylgjur havsins; øll djúp í Nilá skulu torna upp, stoltleiki Assurs skal verða omanstoyttur, og kongastavurin skal víkja frá Egyptalandi. Men tey skal Eg gera sterk í HARRANUM, og í navni Hansara skulu tey halda fram sigur HARRIN. KAPITUL Hin ringa tilgongd undir óndum leiðarum. Lat upp portur tíni, Libanon, so eldur fær oytt sedristrø tíni! Vena teg, sypristræ, tí sedristræið er fallið, hini prýðiligu trø oydd! Venið tykkum, eikir Basans, tí tjúkkasti skógurin liggur feldur! Hoyrið, hvussu hirðarnir vena seg, tí prýði teirra er oytt! Hoyrið, hvussu hinar ungu leyvur brøla, tí prýði Jordans er oytt! So segði HARRIN Gud mín: ?Røktið skurðseyðin! Teir, ið keypa hann, drepa hann og bøta ikki fyri tað; teir, ið selja hann, siga: ?Lovaður veri HARRIN nú verði eg ríkur!? Og hirðar hansara spara hann ikki!? ?Tí Eg eiri ikki longur teimum, sum í landinum búgva? sigur HARRIN ?nei, Eg skal geva menniskjuni í hendur hvørs annars og í hendur kongs teirra; tey skulu forkoma landinum, og Eg skal ongan frelsa av hondum teirra.? So røktaði Eg skurðseyðin, eisini hinar ússaligastu seyðirnar, og Eg tók Mær tveir stavir annan rópti Eg Lívsælu, og annan Sameining og Eg røktaði seyðin; eftir einum mánaði beindi Eg fyri hinum trimum hirðunum. So leiddist Mær við seyðin, og honum líkaði heldur ikki Meg. Tá segði Eg: ?Eg røkti tykkum ikki longur! Doyggi nú tað, ið doyggja vil, gangi til grundar tað, ið ganga til grundar vil, og tað, ið eftir er, eti so kjøt hvør annars!? So tók Eg stavin, ið æt Lívsæla, breyt hann sundur og gjørdi soleiðis til einkis sáttmálan, ið Eg hevði gjørt við allar tjóðir. Sáttmálin varð so brotin sama dag, og soleiðis sannaðu hinir ússaligastu seyðirnir teir, ið aktaðu eftir Mær at hetta var orð HARRANS. So segði Eg við teir: ?Toknast tykkum so, tá latið Meg fáa løn Mína, men um ikki, so latið vera!? Teir vigaðu Mær tá løn Mína, tríati seklar av silvuri. Tá segði HARRIN við Meg: ?Kasta leirkerasmiðinum tað, hatta óføra virðið, teir settu Meg í!? Eg tók so teir tríati silvurseklarnar og kastaði leirkerasmiðinum teir í húsi HARRANS. So breyt Eg sundur hin stavin Sameining og gjørdi soleiðis bróðurskapin millum Juda og Ísrael til einkis. Nú segði HARRIN við Meg ?Tak Tær aftur stav stavin hjá ringum hirða! Tí Eg lati hirða stíga fram í landinum, ein, ið ikki hyggur eftir seyðunum, ið eru um at doyggja, ikki leitar eftir tí, sum burturvilst er, ikki grøðir tað, sum komið til skaða er, ikki hugsar um tað, ið heldur sær uppi, men etur kjøtið av hinum feitu kríatúrunum og brýtur kleyvarnar av teimum aftrat. Vei hinum ringa hirða, ið rýmir frá seyðinum! Svørð yvir arm hansara og høgra eyga hansara! Armur hansara skal visna burtur, og høgra eyga hansara skal verða starblint!? KAPITUL Tjóðirnar skulu herja á Jerúsalem, men Harrin skal frelsa og signa tað, Spádómur orð HARRANS um Ísrael. So sigur HARRIN, sum tandi út himmalin, grundfesti jørðina og virkaði anda menniskjans í brósti tess: Eg geri Jerúsalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa av at vita, táið Jerúsalem verður kringsett. Tann dag skal Eg gera Jerúsalem til hav* fyri øll fólkasløg; ein og hvør, ið roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí. Tann dag sigur HARRIN skal Eg loypa ræðslu á hvønn hest og taka vitið frá teimum, ið á teimum ríða; á húsi Juda skal Eg hava vakjandi eyga, men allar hestar heidningafólkanna skal Eg blinda. Ættarhøvdingar Juda skulu siga í hjarta sínum: ?Teir, sum í Jerúsalem búgva, eru styrki okkara við HARRANUM Gudi herskaranna, Gudi teirra.? Tann dag skal Eg gera ættarhøvdingar Juda líkar potti við glóðum í viðadunga, líkar brennandi kyndli millum bundi; teir skulu oyða til høgru og vinstru allar tjóðir, ið rundanum eru; men Jerúsalem skal framvegis vera á staði sínum í Jerúsalem. Fyrst skal HARRIN geva tjøldum Juda sigur, so ikki hús Dávids og tey, sum í Jerúsalem búgva, skulu vinna sær størri heiður enn Juda. Tann dag skal HARRIN vera teimum vernd, sum í Jerúsalem búgva; hin ússaligasti av teimum skal tann dag vera sum Dávid, og hús Dávids skal vera sum Gud, sum eingil HARRANS framman fyri tey. Tann dag skal Eg royna at forkoma øllum heidningafólkunum, ið halda móti Jerúsalem. Men yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerúsalem búgva, skal Eg hella út náðiandan og bønarandan; tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum; tey skulu syrgja Hann, sum ein syrgir einasta son sín, og gráta sárliga eftir Hann, sum ein grætur eftir frumborna sín. Tann dag skal sorgin verða stór í Jerúsalem, sum sorgin í Hadadrimmon í Megiddodali.* Landið skal syrgja hvør ætt fyri seg, ætt Dávids húss fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Natans húss fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Levi húss fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Síme'ita fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, somuleiðis allar hinar ættirnar, hvør ætt fyri seg og kvinnur teirra fyri seg. KAPITUL Messias og signingin á tíð Hansara. Tann dag skal standa húsi Dávids og teimum, sum í Jerúsalem búgva, kelda opin móti synd og óreinsku. Og tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna skal Eg beina burtur úr landinum nøvn avgudanna, so eingin minnist tey longur; eisini profetarnar og hin óreina andan skal Eg fáa burt úr landinum. Stígur tá hereftir onkur fram sum profetur, skulu faðir og móðir hansara hansara egnu foreldur siga við hann: ?Tú skalt ikki liva, tí tú hevur talað lygn í navni HARRANS!? Og faðir og móðir hansara hansara egnu foreldur skulu stinga hann í hel, táið hann fer at profetera. Tann dag skal hvør profetur skammast yvir sjónir sínar, táið hann profeterar; teir skulu ikki lata seg í lodnan kappa til at lúgva. Nei, hvør og ein teirra skal siga: ?Eg eri eingin profetur! Eg eri bóndi; ein var, sum keypti meg til træl, meðan eg var ungur drongur.? Verður hann nú spurdur: ?Hvat eru hetta fyri sár, tú hevur á hondunum?? skal hann svara: ?Hetta eru sár, sum eg havi fingið í húsi ástvina mína.?* Svørð! Vakna móti hirða Mínum, móti manninum, ið er næsti Mín! sigur HARRIN Gud herskaranna. Slá hirðan, so verður seyðurin spjaddur, og Eg skal aftur síggja hinum smáu til góða. Og í øllum landinum sigur HARRIN skulu tveir partar verða týndir og geva upp andan; bert triðingur skal vera eftir har. Henda triðing skal Eg lata ganga gjøgnum eldin; Eg skal reinsa hann, sum silvur verður reinsað, og royna hann, sum gull verður roynt. Tey skulu ákalla navn Mítt, og Eg skal bønhoyra tey; Eg skal siga: ?Tey eru fólk Mítt!? Og tey skulu siga: ?HARRIN er Gud mín!? KAPITUL Síðsta trongd Jerúsalems, Revsingin yvir fólkasløgini, Messiastíðin og signingar hennara, Dagur HARRANS kemur, táið fongur tín skal verða skiftur í tær. Tí Eg skal savna allar tjóðir til hernað móti Jerúsalem; býurin skal verða tikin, húsini rænd, og kvinnurnar neyðtiknar; og helvtin av fólkinum í staðnum skal fara í útlegd. Men tað, ið eftir er av tí, skal ikki verða oytt úr býnum. Tí HARRIN skal fara í bardaga móti hesum tjóðum, eins og Hann bardist í forðum, tann dag orrustan var. Tann dag skulu føtur Hansara standa á Oljufjallinum, ið er beint yvir av Jerúsalem, eystanfyri; Oljufjallið skal klovna mitt tvørtur av, úr eystri í vestur, so har verður stórur dalur, við tað at onnur helvtin av fjallinum víkur norðureftir, og hin helvtin suðureftir. Tit skulu flýggja til dalin millum fjøll Míni; tí dalurin millum fjøllini skal náa líka til Azel; tit skulu flýggja, sum tit flýddu undan jarðskjálvtanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma og øll hini heiløgu við Tær. Tann dag skal ljósið hvørva; hini skínandi himmalljós skulu verða myrk. Og ein dagur skal koma HARRIN kennir hann hann skal hvørki vera dagur ella nátt; men móti kvøldi, tá skal verða ljóst. Tann dag skulu livandi vøtn streyma út úr Jerúsalem; onnur helvt teirra skal renna í eysturhavið, og onnur í vesturhavið; bæði summar og vetur skal so vera. HARRIN skal tá vera kongur yvir øllum landinum; tann dag skal HARRIN vera ein, og navn Hansara eitt. Alt landið, úr Geba til Rimmon sunnan fyri Jerúsalem, skal verða slætti; men staðurin sjálvur skal standa háreistur á hædd síni, líka frá Benjaminsportri til staðið, har hitt fyrra portrið var til Hornsportur og frá Hananeltorni til vínpersur kongsins. Fólkið skal búgva har; aldri aftur skal bann verða lýst yvir tað Jerúsalem skal standa trygt. Men hetta skal vera plágan, ið HARRIN letur ganga yvir øll fólkasløgini, ið hava barst við Jerúsalem: Hann skal lata hold teirra rotna, meðan tey standa á fótum sínum; eygu teirra skulu rotna í eygnaholunum, og tungan skal rotna í munni teirra. Tann dag skal HARRIN senda stóra ræðslu á tey, so tey leggja hond hvørt á annað og lyfta hondini hvørt móti øðrum. Eisini Juda skal berjast í Jerúsalem, og úr øllum ættum skal góðs tjóðanna verða sankað saman, gull, silvur og klæði í stórari nøgd. Sama plága skal koma yvir hestar, múldýr, kamelar, esil og øll onnur dýr í tilhaldunum. Men øll tey, sum eftir verða av øllum tjóðunum, ið herjaðu á Jerúsalem, skulu ár eftir ár fara hagar at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, og halda leyvsalahøgtíðina. Er tá okkurt fólk á jørðini, sum ikki fer til Jerúsalem at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, so skal einki regn koma hjá tí fólki. Soframt sum fólk Egyptalands fer ikki avstað og kemur ikki hagar, skal einki regn koma hjá teimum heldur; hetta verður plágan, ið HARRIN letur koma yvir tjóðirnar, ið ikki fara hagar at halda leyvsalahøgtíðina; hetta skal vera revsingin, ið kemur yvir Egyptaland og allar tjóðirnar, ið ikki fara hagar at halda leyvsalahøgtíðina. Tann dag skal standa at lesa á bjøllum hestanna: ?HARRANUM halgaður?; og pottarnir í húsi HARRANS skulu vera sum offurskálirnar fyri altarinum. Hvør pottur í Jerúsalem og Juda skal vera HARRANUM Gudi herskaranna halgaður, so øll tey, sum ofra, kunnu koma og taka teir at kóka í. Tann dag skal eingin Kána'anitur vera longur í húsi HARRANS Guds herskaranna. Zefanias KAPITUL Vreiðidómur Harrans yvir Juda, sum dýrkar avgudar og livir í órætti og aktar ikki eftir Harranum, Dagur Harrans er nær, Orð HARRANS, ið kom til Zefanias, son Kusi, son Gedalja, son Amarja, son Ezekias á døgum Josiasar judakongs, sonar Amons. Burt, ja, burt skal Eg sópa alt av jørðini! sigur HARRIN. Eg skal sópa burt menniskju og dýr, Eg skal sópa burt fuglarnar undir himli, fiskarnar í sjónum og alt, sum voldir fall, saman við hinum gudleysu; og Eg skal týna menniskjuna av jørðini sigur HARRIN. Eg skal rætta út hond Mína móti Juda og móti øllum, sum í Jerúsalem búgva, og Eg skal týna av hesum staði alt tað, ið eftir er av Ba'al, nøvn avgudaprestanna saman við prestunum, tey, sum á tekjunum tilbiðja her himmalsins, tey, sum tilbiðja HARRAN og svørja Honum trúskap, men samstundis svørja um kong sín, og tey, sum hava vent sær frá HARRANUM, og sum ikki hava leitað til HARRAN og ikki spurt eftir Honum. Verið still fyri Harranum HARRANUM! Tí dagur HARRANS er nær; HARRIN hevur gjørt sláturoffur til, Hann hevur halgað gestir Sínar. Offurdag HARRANS skal Eg heimsøkja høvdingarnar og kongasynirnar og allar, sum ganga í útlendskum klæðum. Eg skal tann dag heimsøkja hvønn tann, ið loypur um gáttina teir, ið fylla hús Harra síns við yvirgangi og sviki. Tann dag sigur HARRIN skal hoyrast neyðarróp úr Fiskaportri, venan úr nýggja býpartinum og ógvuligt brak av hæddunum. Venið tykkum, tit, sum í Mortaranum* búgva! Tí endi er gjørdur á øllum keypmannafólkinum; týndir eru allir, ið dragsaðu pening. Og um hesa somu tíð skal Eg við lyktum leita um alt Jerúsalem, og Eg skal heimsøkja tey fólk, sum liggja á berskaka sínum og siga í hjartanum: ?HARRIN ger hvørki gott ella ilt!? Góðs teirra skal verða til rán, og hús teirra skulu verða løgd í oyði; tey skulu byggja hús, men ikki búgva í teimum, og planta víngarðar, men ikki drekka vín úr teimum. Nær er dagur HARRANS, hin stóri; hann er nær og kemur brádliga. Hoyrið hatta er dagur HARRANS! Fullur av angist rópar tá kappin. Vreiðidagur er tann dagur, dagur við neyð og trongd, dagur við kollvelting og oyðing, dagur við myrkri og niðu, dagur við skýggjum og mjørka, dagur við lúðraljóði og herrópi móti hinum víggirdu støðum og hinum høgu múrtindum. Tá skal Eg loypa slíka ræðslu á menniskjuni, at tey ganga har sum blind aftur fyri at tey hava syndað móti HARRANUM; blóð teirra skal verða kastað burtur sum dust, og kjøt teirra sum tøð. Hvørki silvur teirra ella gull teirra skal vera ment at bjarga teimum vreiðidag HARRANS; av vreiðieldi Hansara skal øll jørðin verða oydd; tí Hann skal gera enda ja, brádliga gera enda á øllum, sum á jørðini búgva. KAPITUL Ávaring til fólkið, Troyst til hini eyðmjúku, Dómur yvir ymisk fólkasløg, Sansa teg og gakk í teg sjálva, tú tjóð, sum veit ikki av skomm, áðrenn ráðið er fullborið sum dumba kemur dagurin fúkandi! áðrenn brennandi vreiði HARRANS kemur yvir tykkum, áðrenn vreiðidagur HARRANS kemur yvir tykkum! Søkið HARRAN, øll tit eyðmjúku í landinum, tit, sum halda lóg Hansara! Stundið eftir rættvísi, stundið eftir eyðmjúkleika! Tað kundi borið á, at tit vórðu fjald vreiðidag HARRANS. Tí Gaza skal liggja frárýmt, og Askalon í oyði; mitt á ljósum degi skal fólkið í Asdod verða rikið burtur, og Ekron skal verða rykt upp við rót. Vei tykkum, tit, sum búgva fram við sjónum, tú Kretafólk! Orð HARRANS kemur yvir teg, Kána'an, tú Filistaraland; Eg skal oyða teg, so eingin býr í tær. Sjósíðan skal verða til haglendi, har hirðarnir hava brunnar og seyðabyrgi. Og hon skal lutast teimum, ið eftir eru av húsi Juda; tey skulu har hava beiti sítt; í húsum Askalons skulu tey hvíla seg um kvøldið tí HARRIN Gud teirra skal vitja tey og venda lagnu teirra. Eg havi hoyrt, hvussu Móab speirekur, og hvussu Ammonitar háða, hvussu teir hava spottað fólk Mítt og borið seg hugmóðiga at móti landi teirra. Tí skal, so satt sum Eg livi sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels gangast Móab sum Sodoma, og Ammonitum sum Gomorra: Notur skulu eiga teir, og saltgrøv og oyðimørk skulu teir verða til ævigar tíðir; leivd fólks Míns skal ræna teir; tað, ið eftir er av fólki Mínum, skal taka teir í ogn. So skal teimum gangast aftur fyri hugmóð teirra, aftur fyri at teir háðaðu fólk HARRANS Guds herskaranna og bóru seg hugmóðiga at móti tí. Øgiligan skal HARRIN vísa Seg móti teimum; tí Hann skal forkoma øllum gudum á jørðini, og allar oyggjar heidninganna skulu tilbiðja Hann, hvørt fólk á staði sínum. Eisini tit, Etioparar, skulu falla fyri svørði Mínum. Hann rættir út hondina móti norðri og ger enda á Assur, leggur Nineve í oyði, ger tað turt sum oyðimørk. Har skulu fylgi liggja, flokkar av alskyns villum dýrum; pelikanar og pinnsvín skulu hava náttaherbergi á súluhøvdunum har; fuglar skulu hoyrast láta í vindeygunum; eyrur skal liggja á gáttunum, tí bróstið av sedrisviði er skrætt niður. Hetta er fagnaðarbýurin, sum búði so tryggur, sum segði í hjartanum: ?Eg og eingin annar!? Sum hann er vorðin til oyðimørk, til bøli fyri villdýr! Hvør tann, sum gongur framvið, bríkslar eftir honum og ristir hondina háðandi. KAPITUL Veiróp yvir Jerúsalem, Lyfti til hini eyðmjúku, sum líta á Harran, Dýrd Jerúsalems í komandi tíð, Vei hinum treiska og dálkaða staði, sum er fullur av yvirgangsverkum! Hann lurtar ikki eftir, hvat nakar sigur, tekur ikki við revsing; á HARRAN lítur hann ikki, til Gud sín heldur hann seg ikki. Høvdingarnir í honum eru brølandi leyvur; dómarar hansara eru sum úlvar á kvøldi; teir leiva einki til morgunin eftir; profetar hansara eru skról trúleysir menn; prestar hansara vanhalga tað, ið heilagt er, gera yvirgangsverk móti lógini. HARRIN er rættvísur inni har, Hann ger ikki órætt; hvønn morgun letur Hann dóm Sín koma fyri ljósið, tað svitast ikki. Men hin órættvísi hevur ikki skomm í sær! Eg havi oytt heidningafólk; múrtindar teirra eru brotnir niður; Eg havi lagt gøtur teirra í oyði, so eingin gongur á teimum; býir teirra eru herjaðir, so har er ikki menniskja eingin býr har. Eg segði: Hevði tú bert viljað óttast Meg, tikið við revsing, so skuldi bústaður tín ikki verðið lagdur í oyði einki skuldi hent av tí, sum Eg havi sett Mær fyri móti tær. Men tey hava tvørturímóti lagt sær eina við at lata øll verk síni vera illgerðir. Bíðið Mær tí sigur HARRIN til tann dag Eg reisi Meg til at taka herfong! Tí dómur Mín er, at Eg savni heidningafólk, sanki saman ríki, og helli vreiði Mína oman yvir tey, alla brennandi vreiði Mína; tí av vreiðieldi Mínum skal øll jørðin verða løgd í oyði. Tí tá skal Eg geva tjóðunum nýggjar, reinar varrar, so tær allar ákalla navn HARRANS og tæna Honum av einum hjarta. Úr landinum hinumegin áir Etiopia skulu teir koma við tilbiðjarum Mínum, spjadda fólki Mínum, sum offurgávu til Mín. Tann dag skalt tú ikki longur skammast yvir øll verk tíni, sum tú hevur misbrotið teg móti Mær við; tí tá skal Eg rudda burt hjá tær tey, sum so stolt fegnast mitt í tær, og tú skalt ikki longur gera teg sjálvan stóran á heilaga fjalli Mínum. Nei, Eg skal lata vera eftir í tær eyðmjúkt fólk, sum lítið hevur at týða og tey skulu hava navn HARRANS til lívd sína. Leivd Ísraels skal ikki gera órætt og ikki tala lygn; ikki skal vera svikafull tunga í munni teirra; nei, tey skulu finna føði og liva í friði, og eingin skal ræða tey. Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnað, Ísrael! Gleð og frø teg av fullum hjarta, dóttir Jerúsalem! HARRIN hevur tikið burt revsidómar tínar, Hann hevur ruddað burt fígginda tín! Kongur Ísraels, HARRIN, er hjá tær tú skalt einki ilt síggja uppaftur! Tann dag skal verða sagt við Jerúsalem: ?Óttast ikki! Zion, miss ikki mótið! HARRIN Gud tín er hjá tær, hetjan, sum frelsir; Hann fegnast yvir tær við gleði, Hann tigur í kærleika Sínum, Hann frøist yvir tær við fagnaði!? Tey, sum við sorg sakna høgtíðirnar, savni Eg tey eru av tær, vanæra tyngir tey niður. Tá skal Eg hava við allar teir at gera, sum hava plágað teg; Eg skal frelsa tað, ið haltar, og savna saman tað, ið burtur er rikið; og Eg skal gera tey heiðrað og navngitin um alla jørðina har tey hava verið so vanærd. Tá skal Eg leiða tykkum higar, tá skal Eg savna tykkum; tí Eg skal gera tykkum navngitin og heiðrað millum øll fólkasløg á jørðini táið Eg fyri eygum tykkara vendi lagnu tykkara, sigur HARRIN.