Vilja varðveita frælsa samráðingarrættin Nú 50 ára hátíðarárið er farið aftur um bak, er árligi aðalfundurin fyri framman. 2011 var á mangan hátt eitt minniligt og hendingarríkt ár, bæði landspolitiskt og fakfelagspolitiskt. Í november var val og nýggj samgonga varð skipað. Fakfelagsrørslan, og mong onnur, stríddust móti tí álvarsomu og óunniligu ætlan at skatta okkara eftirlønir við inngjaldi. Hetta fyri at fíggja eina flatskattaskipan. Ein skipan, ið økir um sosiala ójavnan millum inntøkubólkar í landinum, og samstundis hevur við sær, at eftirlønin framyvir minkar í virði, tí hon nú verður skattað við 40 prosentum frá fyrstu krónu. Hetta, í heimsins dýrasta landi, har einasta rætta er at veita vanliga løntakaranum ein lætta í hart spenta gerandisdegnum. Fordeilingspolitikkur er ábyrgd løgtingsins. Tá samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur í vetur, var einasta, og ófrávíkiliga, kravið frá nýggja fíggjarmálaráðharranum, at úrslitið av lønarsamráðingunum skuldi avspegla nýggju flatskattaskipanina. Hendan sundurskiljingin skuldi sostatt inn í sjálvan sáttmálan, so limir í sama felag skuldu ikki fáa sama % ella krónutal. Hetta, at flatskatturin skuldi síggjast aftur í einum samráðingarúrsliti, er beinleiðis álop á frælsa samráðingarrættin. Hesin herskni bitin var tað nógv umrødda prinsippið, vit undir ongum umstøðum kundu svølgja. Lønin er eitt úrslit av frælsum samráðingum millum javnbjóðis partar. Tí kunnu vit ikki góðtaka at slík ultimatum verða sett í sambandi við samráðingarnar. Fordeilingspolitikkur millum inntøkubólkar í samfelagnum, eitt nú gjøgnum skattapolitikkin, er ein hin fremsta uppgávan hjá Løgtinginum. Hendan ábyrgd skal ikki snildisliga turkast av uppá fakfeløgini. Vit hvørki kunnu ella skulu góðtaka, at lønarlagið hjá limunum verður ásett gjøgnum skattapolitikkin. Tí vit hava ikki ræðið á skattapolitikkinum, og ein skattabroyting, hækking ella lækking, kann altíð fremjast, uttan mun til samráðingarúrslitið, sum vit fakfeløg koma til. Tí mugu og skulu lønarsamráðingar og skattapolitikkur ikki samantvinnast. Heldur enn at turka sína ábyrgd, og ójavnan, sum nú er skaptur, av uppá fakfeløgini, átti fíggjarmálaráðharrin at lagt uppskot fyri tingið, at broytt skattaskipanina, so lág og miðalinntøkur, sum veruliga hava tørv á einum bata, fáa ágóðan. Væl at merkja einum lætta, ið ikki verður fíggjaður við at skamfara okkara eftirlønir. Tað hevði verið ein virðilig avgerð, ið veruliga hevði munað hjá føroysku familjunum. Vit hava tvíhildið um frælsa samráðingarrættin. Hann er okkara og hann skal virðast. Ein samd nevnd valdi at leingja sáttmálan í eitt ár, millum annað við tveimum sera týðandi og framatlítandi serkrøvum. Harumframt vóru ætlað inntriv í okkara hoyringsrætt strikað og sundurgreiningin ikki staðfest. Sáttmálin verður uppsagdur um ein mánaða. Bæði nevnd og limir eru ørkymlað um, at samráðingarnar ferð eftir ferð draga út. Hendan óskikk mugu vit til lívs. Eru partarnir ikki komnir ásamt um nýggjan sáttmála í góðari tíð, skal semingsroynd leggjast soleiðis, at tá sáttmálin gongur út nú fyrsta oktobur, er antin semja undirskrivað ella taka vit stríðið, júst sum sáttmálin fer úr gildi. Við felagskvøðu og ynskum um eitt vár við lýggjum vindi, og góðan aðalfund. Alneyðugt við neyvari kunning til ferðafólk Vit hava eina bráðfengis kunngerð frá Strandferðsluni. Vegna illveður siglir Smyril ikki. Smyril bunkrar. Vegna maskinbrek siglir Teistin ikki. Portrið í Skopun. Orsaka av illveðri koyra Bygdaleiðir ikki. Jú, meira enn so kemur fyri, at útvarpið ber tílík boð. Tí slepst ikki undan. Veðrið má sær ráða, og onnur viðurskifti kunnu eisini gera seg galdandi, soleiðis at Strandferðslan ikki fær hildið sínar ferðaætlanir. Í tílíkum førum leggja vit sera stóran dent á at kunna tey ferðandi skjótast gjørligt, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins. Høvuðsarbeiðssetningurin hjá ferðslusamskiparanum er at vera við at gera ferðaætlaninar hjá skipum og bussum og lýsa tær, bæði í pappírslíki og á internetinum, og ikki minst altíð at hava tær dagførdar. Harafturat hevur hann sera neyvt samskifti við skip og bussar, tí tað kann altíð henda, at okkurt óvæntað stingur seg upp. Forsagnirnar eru góð amboð Tað er serliga vetrarhálvuna at vit hoyra mest frá Strandferðsluni. Serliga hesi bæði seinastu árini hevur veðrið verið rættiliga ólagaligt, og tað hevur eisini merkt bæði skipa- og bussambandið millum oyggjar og bygdir. Jens Petur sigur, at tá veðrið tykist at øtla, ræður um at vera proaktivur, sum hann málber seg. Og tá eru tær ymisku veðurforsagnirnar sera góð amboð. Tað var tann tíð, at vit bert høvdu útvarpið at boða frá veðurforsagnum frá DMI. Síðani kom Petur Skeel, sum var ein stórur bati, men við internetinum í dag, kunnu øll fylgja við fleiri ymiskum veðurstovum í grannalondunum. Á tann hátt ber til at gera sær eina mynd av hvussu veðrið fer at hótta sær næstu tímarnar, og hesum fylgja vit sera væl við. Ikki minst er tænastan frá Landsverki sera gott amboð hjá okkum. Hetta av teirri orsøk, at vit, í so góðari tíð sum gjørligt, kunnu taka støðu til um neyðugt verður at broyta ferðaætlanina, og kunnu tí skjótast gjørligt kunna fólk um tað. Bæði í útvarpinum, á heimasíðu okkara og gjøgnum SMS-skipanina, sum mong hava teknað seg til, og tí fáa boðini á fartelefonini, sigur Jens Petur. Tá tað snýr seg um Bygdaleiðir, verða møguligar broytingar altíð avráddar millum samskiparan og hvønn einstakan bussførara. Ein stórur partur av teimum ferðandi við Bygdaleiðum eru skúlanæmingar. Hvør einstakur bussførari veit hvørji fólk hann hevur havt í bussinum um morgunin, og tí er tað eisini hann, sum boðar skúlunum frá møguligum broytingum. Trygdin fremst Tá ræður um skipini er tað altíð skiparin, sum hevur avgerandi orðið. Men annars er sama mannagongdin galdandi, sum við bussunum. So skjótt avgjørt er at útseta ella avlýsa eina ferð, er uppgávan hjá samskiparanum at lýsa boðini skjótast gjørligt. Um siglt ella avlýst verður, er trygdin hjá ferðafólki altíð fremst í huganum, sigur Jens Petur og leggur aftuat, at hóast Smyril kann sigla í øllum veðri, kann trupulleikin vera, at hann ikki sleppur frá ella at bryggju í Havn. Ein onnur orsøk til at neyðugt er at flyta fráferðina hjá Smyrli eitt sindur, er í sambandi við bunkring. Hetta kemur av, at Smyril nýtir tungolju. Hóast stytsta leið til bunkring er á Sundi, tekur tað so mikið av tíð, at neyðugt er við smávegis broytingum av ferðaætlanini. Men eisini í tílíkum føri royna vit at kunna um broyttu ferðaætlanina í so góðari tíð sum gjørligt, sigur ferðslusamskiparin. So fólk kunnu koma til og úr oynni. Avloysaraskip er einki, og eitt og hvørt skip kann ikki brúkast á hesi farleið. Tí verður Ternan tikin úr Nólsoyarleiðini, og annað skip leigað til hesa farleið. At illveður er orsøk til at skip ikki sigla og bussar ikki koyra, skilja og góðtaka øll. Men lítið man vera at ivast í, at tey eru mong, sum ilskast inn á tær mongu avlýsingarnar, ið eru orsakaðar av at Teistin liggur við maskinbreki. Fær Jens Petur ikki mangan onkra skolu frá fólki, sum halda seg hava fingið í ríkiligt mát av hesi óstøðugu farleið? Og hvat hugsar hann sjálvur, tá skiparin á Teistanum ringir til hansara og boðar frá, at nú er aftur galið? Tað er ógvuliga ymiskt hvussu fólk reagera. At fólk ilskast, er ikki meira enn natúrligt, heldur samskiparin. Men eg kann ikki annað enn kunna um støðuna skjótast gjørligt, soleiðis at fólk fáa boðini áðrenn tey fara frá húsum, um tað á nakran hátt ber til. Sjálvur kann eg ikki loyva mær at ilskast ella vísa mína misnøgd mótvegis nøkrum, og so als ikki mótvegis okkara ferðandi. Hvat eg sjálvur onkuntíð hugsið innast inni, er ein onnur søga. Tað kemur fyri, at Strandferðslan fær onkran fyrispurning um at útseta fráferðina eitt nú hjá Smyrli orsaka av serligum umstøðum. Kann vera okkurt serligt tiltak, ella at ferðafólk við flogfari ikki røkka seinastu fráferð tann sama dagin. Til tað sigur Jens Petur Brattalíð, at tað verður bert gjørt í heilt serligum førum. Snýr tað seg um at bíða einar 10 minuttir eftir ferðafólki, kanska seinasta túrin undan høgtíð, gera vit tað vanliga, men er talan um drúgvari seinking, er tað altíð skipsleiðslan, ið avgerð um bíðað verður ella ikki. Eitt er at vera lagaligur mótvegis nøkrum, men atlitið til at halda ferðaætlanina, vigar sera tungt, sigur ferðslusamskiparin. Gestarøðari á aðalfundi Í sambandi við aðalfundin verður Knut Roger Andersen gestarøðari. Knut Roger Andersen er kendur í norskum og altjóða politiskum og fakfelagshøpi. Hann er 43 ára gamal, føddur og uppvaksin í Oslo. Hann hevur verið politiskt virkin frá hann var 13 ára gamal, og hevur øll árini havt mong partapolitisk og fakfelags politisk álitisstørv. Í 12 ár umboðaði hann Arbeiðaraflokkin í býráðnum í Oslo. Í 1994 var hann EF-skrivari fyri Arbeiðaraflokkin í Oslo, var eitt skeið floksskrivari, og var frá 1999 til 2007 leiðari avaltjóða skrivstovuni hjá NFU, har hann hevði høvuðsábyrgdina av norsku hjálparætlanunum til heimsins menningarlond. Frá 2005 til 2007 var hann serligur ráðgevi hjá ST í sambandi við sáttmálan um rørslutarnað. Knut Roger Andersen hevur síðani 2007 verið ráðgevi í altjóða spurningum hjá DELTA, sum er norska fakfelagssamtakið hjá fólki í kommunalum starvi. Harumframt er hann limur í fleiri altjóða nevndum. Starvsmannafelagnum stóð í boði ein sera avmarkað lønarhækking móti at felagið skuldi víkja frá teirri grundleggjandi meginreglu, sum frælsi samráðingarrætturin er, men tað vildi felagið ikki. Felagið vildi heldur leingja sáttmálan í eitt ár. Tað eru tó fleiri, ið hava verið iva um hví felagið gjørdi, sum tað gjørdi. Tí vil felagið útgreina orsøkina til tess. Samráðingarrætturin Um vit taka sonevnda prinsippið fyrst, so stóð stríðið um at varðveita frælsa samráðingarrættin, sum gjøgnum fleiri ættarlið hevur verið krúnan í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum og fakfelagsrørsluni. Frælsi samráðingarrætturin varð skúgvaður til viks av politiska myndugleikanum, tá hesin setti fram tað ófrávíkiliga krav, at flatskattalættin skuldi síggjast aftur í úrslitinum av lønarsamráðingunum, so tey, sum fingu størsta skattalættan, eisini skuldu hava minni í lønarhækking, enn tey lægri løntu. Í semingsuppskotinum varð ásett, at lønarhækkingin fyri lønir hægri enn 30.000 krónur skuldu minka og enda á einum nulli við 50.000 krónur Hóast hetta kanska tykist logiskt og sámuligt, verður frælsi samráðingarrætturin á henda hátt snildisliga skúgvaður til viks og lønarhækkingin fyri hægru lønirnar í roynd og veru ásettar av myndugleikunum. So kundu vit eins væl ásett allar lønir við lóg og ikki við samráðingum. Verður hetta kjølfest, gera vit mun á limum felagsins og binda eisini onnur fakfeløg at missa frælsa samráðingarrættin. Tað vilja vit ikki geva okkum undir. Okkara lutur er at samráðast um lønirnar, og arbeiðsgevarin skal ikki einsæris áseta hvørja lønarhækking limirnir í felagnum skulu hava og ei heldur seta kílar millum limirnar. Heldur ikki skal arbeiðsgevarin brúka okkum at niðurbinda onnur feløg. Samgongan eigur ójavnan Tá samgongan fyri jól samtykti asosiala flatskattin, vóru øll greið yvir, at hetta fór at hava við sær størri ójavnar millum inntøkubólkarnar í landinum. Saman við hinum fakfeløgunum mótmælti Starvsmannafelagið harðliga hesi álvarsomu skattabroyting, bæði í mun til, at eftirlønirnar skuldu bera prísin fyri ætlaðu flatskattaskipanina, umframt at skattalættarnir hvørki komu lág- ella miðalinntøkunum til gagns. So politiski myndugleikin skal ikki leggja tað yvir á fakfeløgini at javna út tann ójavna, sum er úrslitið av hesum asosiala skattapolitikki. Hinvegin er fordeilingspolitikkur, eitt nú gjøgnum skattapolitikkin, ein hin fremsta uppgávan hjá Løgtinginum. Umboðini fyri fakfeløgini eru ikki vald at trýsta á reyðu og grønu knøttarnar í tingsalinum, og vit kunnu sjálvandi heldur ikki góðtaka, at lønarlagið verður ásett gjøgnum skattapolitikkin av myndugleikunum. Fíggjarmálaráðharrin kann í morgin leggja uppskot fyri Tingið at broyta skattalógina og gera ein veruligan mun, og ikki við snildi skumpa hesa ábyrgd yvir á fakfeløgini. Hví onga lønarhækking ella verkfall? Tá spurt verður, hví felagið vrakaði eina lønarhækkan á 220 krónur er at siga, at vit kundu góðtaka at eitt krónutal og ikki prosent varð sett á lønarhækkanina, tí hetta gevur lægru inntøkunum lutfalsliga meira í lønarposan. Felagið hevur eisini áður havt hækkingar í krónum. Men upphæddin á 220 krónur sum er ásett í semingsuppskotinum, og ikki við okkara góða vilja, er so lág, at tað bara vísur, hvørja virðing arbeiðsgevarin hevur fyri starvsfólkunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Sum áður nevnt var tað prinsippið um, at hækkingin omanfyri 30.000 krónur skuldu verða ásett av arbeiðsgevaranum, og at samráðingarrætturin á hendan hátt varð settur til viks, ið var høvuðsorsøkin til, at vit ikki kundu taka undir við semingsuppskotinum. Harumframt er krónutalið so lágt, at heldur ikki hetta vildu vit góðtaka. Serkrøv Vit fingu 4 serkrøv við og í tingingum við arbeiðsgevarasíðuna ítøkiliggjørt serkravið viðvíkjandi førleikaviðbótum. Bæði førleikaviðbótin og at skrivstovufólk við yrkisútbúgving nú verða flokkað í 3. lønarflokk eru rættindi, vit hava stríðst fyri í fleiri ár. Nevnast kann, at byrjunarlønin fyri hesi skrivstovufólk, ið eru ein rættiliga stórur hópur av limum felagsins, hækkar útvið 1000 krónur um mánaðin. Avgerðin um ikki at fara í verkfall var als ikki løtt at taka. Hetta snúði seg á ongan hátt um ikki at tora, tí tað skortar ikki uppá dirvið. Øll fakfeløg nýta sjálvsagt verkfallsvápnið við umhugsni og virðing. At Starvsmannafelagið hevur brúkt verkfallsvápnið, eisini fyri kortum, er ikki ókent. Vit vita, at vit verða noydd at meta um, hvørjar dystir vit skulu taka, og um vit kunnu missa meira fyri minni. Feløgini í Fakfelagssamstarvinum vrakaðu í felag semingsuppskotið. Saman sendu vit sáttmálapartinum skriv og eftirfylgjandi fekk hvørt felagið sær svarskriv frá arbeiðsgevarasíðuni. Feløgini valdu at taka støðu hvør sær vegna teirra felag. Fyri Starvsmannafelagið mettu vit at tað var reellur vandi fyri at vit vildu missa meira fyri minni, og at serkrøvini kundu verða mist í endaligu semjuni, ella tá semingsuppskotið í ringasta føri bleiv samtykt við lóg. Samanumtikið vildu vit ikki góðtaka, at frælsi samráðingarrætturin varð tikin frá okkum. At vit á ófrættakendan hátt skulu tvingast at góðtaka, at lønin hjá egnum limum, og lønin hjá limum í øðrum feløgum, skuldi ásetast av myndugleikunum. Krónutalið var harafturat lágt og langt undir prístalinum. Ein 2 ára sáttmála við øllum hesum fortreytum, vildu vit ikki binda felag og limir okkara til. Tí valdu vit at leingja verandi sáttmála og taka við serkrøvum, ið fyri felag og limir hava týdning, eisini framatlítandi. Hall fyri fyrstu ferð Avgerðin um at minka inngjøldini hevur nú havt við sær, at grunnurin hevði undirskot farna rakstrarár Á aðalfundinum hjá Samlagstryggingargrunnninum 2010 varð samtykt at inngjaldið til grunnin skuldi lækkast við einum triðingi. Hetta var 11/2 prosenti í 1 prosent av lønini, ið ein fær. Samstundis varð avgjørt at víðka og betra um tryggingarnar, millum annað við hjúnarfelagsdekningi og gjaldsundantøku, ið røkkur fram til fráfaringaraldur um neyðugt. Hóast tað kanska kennist sum ein andsøgn, at ein vil minka um inngjaldið samstundis sum ein vil betra um tryggingarnar, so bar hetta til tí at aðalfundurin samstundis tók avgerð um at sonevnda lokaupphæddin hvørvur úr tryggingarskipanini í 2027. Árini frá 2018 til 2027 verða so nýtt til eina niðurlaðing av upphæddunum, ið verða útgoldnar. Longu áðrenn aðalfundurin samtykti broytingarnar var greitt, at avgerðin um at minka inngjøldini kemur at hava við sær, at grunnurin, ið annars er sera væl kjølfestur, komandi árini kemur at hava eitt undirskot í rakstrinum og tí kemur at eta av grunnafæðnum. Lagt er tó upp fyri hesum og framrokningarnar vísa, at eingin vandi er fyri at grunnurin ikki kann svara hvørjum sítt. Men forsøgnirnar um hallið eru nú vorðnar veruleiki. Á fyrsta sinni er staðfest undirskot í rakstrinum. Rakstrarúrslitið hjá samlagstryggingargrunninum gjørdist í rakstrarárinum 2011 eitt hall uppá 4,6 milliónir krónur í mun til eitt avlop uppá 6,3 milliónir í 2010. Inntøkurnar hjá grunninum vóru í árinum 6,2 millónir krónur og er hetta ein minking uppá 2,6 milliónir í mun til 2010 og ein minking uppá 3,9 milliónir í mun til 2009. Minkingin í inntøkunum stavar serliga frá, minkandi inngjøldum frá limunum. Inngjøldini vóru í 2011 4,8 milliónir, meðan tey í 2010 vóru 7,3 milliónir krónur Her hevur talan verið um eina minking uppá 2,5 milliónir krónur í mun til 2010. Orsøkin til minkingina er, sum nevnt oman fyri, at tryggingargjaldið frá einstøku limunum er sett niður við einum triðingi. Hetta var frá 1,5% til 1,0% frá ársbyrjan 2011. Ein minni partur av inntøkunum hjá samlagstryggingargrunninum eru fíggjarinntøkur. Hesar vóru í árinum 1,5 milliónir krónur og tað er á leið tað sama sum í 2010. Meginparturin av hesum eru renta av virðisbrøvum, meðan rentan av innistandandi peningi er munandi minni enn árið frammanundan. Seinnu árini hava rentuinntøkur av innistandandi annars verið munandi størri enn vanligt. Orsøkin hevur verið, at innlán í peningastovnar hevur verið eitt gott alternativ til aðrar íløgur, men nú eru hesar umstøður broyttar. Bruttoútreiðslurnar av samlagstrygging vóru í árinum knappar 22 milliónir krónur Tað er nógv meira enn í 2010 tá bruttoútreiðslurnar vóru 12,3 millónir krónur Hækkingin stavar frá útreiðslunum í sambandi við útgjald í sambandi við deyða, ið eru øktar munandi. Hetta var úr 7,3 milliónum uppí 16,5 milliónir krónur. Bonus á samlagstrygging var í árinum 11,0 millónir krónur. Bonus verður tilroknað samlagstryggingargrunninum alt eftir hvussu skaðagongdin hevur verið í árinum. Tá skaðagongdin í 2011 hevur verið góð, fær grunnurin afturborið ein part av tryggingargjaldinum, soleiðis at nettoútreiðslurnar til samlagstrygging í 2011 gjørdust 10,9 millónir krónur Í mun til 2010 er talan tó um eina øking uppá 8,3 millónir krónur. Rakstrarhallið uppá 4,6 milliónir krónur fyri 2011 verður tikið av eginognini og varð henda sostatt við árslok 2011 43,9 millónir krónur. Hóast vit siga at skaðagongdin hevur verið góð, so er tó einki ár uttan skaða. Í 2011 eru seks limir deyðir og er harafturat goldin hjúnarfelagsveiting til fýra limir. Seks limir hava í árinum fingið útgjald í sambandi við hættisliga sjúku, meðan gjaldsundantøka er veitt tveimum limum. Aftrat hesum hava 41 fólk fingið útgoldnað lokaupphædd í 2011. Samráðingarnar hesaferð Evnið til hesa grein kundi verið so nógv, tí fakfeløgini hava verið sera virkin á almenna pallinum seinastu mánaðirnar. Eg loyvi mær tó at loypa útí tað, og skriva eitt sindur um samráðingarnar hesaferð. Frá sjónarhorninum man hevur, tá man situr mitt í rokinum, og hevur ringt við at skapa eina frástøðu, fyri at fáa eitt púra greitt yvirlit. Fakfelagssamstarvið Fakfelagssamstarvið varð stovnað við breiðum samstarvi fyri eyga. Eitt av málunum í samstarvinum var at føra samráðingar saman, fyri at standa sterkari og røkka betri úrslitum. Vit royndu hetta fyrstu ferð í 2010, og tað var ein tungur burður. Ringt var at finna stevið, tá feløgini vóru bundin at hvørjum øðrum. Onkuntíð kendist tað sum hitt spælið, tá man rennur kapp við beinunum samanbundnum við einum makkara. Man má hava júst sama stev, tí annars rykkjur man hvønnannan av fótum. Í 2010 kláraðu vit á mál við einari semju, sum tó bert vardi í 1 ár. Tað var so lítið í henni, at ikki var ráðiligt at gera ein longri sáttmála. So varð aftur lagt til brots í 2011 eftir nøkulunda sama leisti. Tó var semja millum feløgini, at hesaferð skuldi vera eitt nógv greiðari uppbýti av felagskrøvum og serkrøvum. Hetta var væl definerað áðrenn vit fóru undir samráðingarnar og avgjørt var, at formenn við skrivara førdu felagssamráðingarnar, ímeðan serkrøvini hjá teimum einkultu feløgunum skuldu fáast upp á pláss av nevndunum. Leisturin var tí sera greiður, og samráðingarnar gingu spakuliga framá. Serkrøv vóru tugd ígjøgnum, ímeðan vit spakuliga føldu okkum fram til ein karm, sum vit kundu leggja hesi ymisku krøvini innanfyri. Sáttmálarnir gingu út 1. oktober, so málið var sjálvandi at blíva liðug áðrenn tað. Vit byrjaðu í góðari tíð undan summarferiuni og høvdu eina realistiska vón um at klára hetta til tíðina. Men, sum ikki einaferð, so dróg hetta út. Og so kom bumban. Nýval við einum sigri til høgravongin. Alt sum higartil var á borðinum, varð sópa burtur, og kravið var at samráðingarnar skuldu byrjað av nýggjum. Hetta var sera hugstoytt hjá okkum, tí tað arbeiðið, ið varð gjørt higartil, var nú til fánýtis. Og krøvini frá samstarvspørtunum hinumegin borðið vóru nú broytt. Beinanvegin hoyrdist graml um lønarniðurgongd, sparingar, privatiseringar og annað ótespiligt. Samráðingarnar hildu so á, men tað bar skjótt skeivan veg. Ein seming var neyðug, og hon var løgin. Bæði so og so. Seming Petur Zachariassen og Petur Joensen vórðu tilnevndir semingsmenn. Teir savnaðu sær vitan frá øllum pørtum, og innkvarteraðu okkum síðani á Hotel Føroyum. Har sótu vit frá fríggjadegi til sunnudag. Síðani fóru vit oman á Hotel Hafnia, uttan at fáa eina góða frágreiðing um hví. Har var meira trongligt, og vit noyddust eisini út aftur haðani longu dagin eftir. Heðin Mortensen skipaði so fyri, at vit sluppu niðan í Móttøkuhúsið hjá kommununi. Har fingu vit góða móttøku og kundu halda áfram við semingini. Uppi á Hotel Føroyum komu vit ikki langt við semingini. Mál blivu lýst nærri, og semingsmennirnir fingu kanska sett okkurt saman sínamillum. Á Hotel Hafnia kom meira krút í, tí nú vóru meira konkret mál at taka støðu til. Men heldur ikki har komu vit til eina niðurstøðu. Í Móttøkuhúsunum var lív í. Semingmennirnir gingu ímillum partarnar, og man byrjaði at fáa eina hilling á, hvat fór at standa í einum møguligum semingsskjali. Teir høvdu jú lagt dent á, at teir bert løgdu eitt skjal fram. Og tað var bert lagt fram, um teir høvdu eina realistiska vón um, at partarnir fóru at góðtaka tað. So kom skjalið at enda fram. Og eitt vónbrot. Har var nógv í sum fakfeløgini ikki vildu hava. Og har manglaði nógv, sum vit vildu hava. Serliga pedagogarnir vóru fyri vanbýti. Har hevði verið eitt serkrav frá teimum inni, viðvíkjandi fyreikingartíð. Hetta var vekk í tí endaliga skjalinum, og tað sendi pedagogarnar beint í verkfall seinni. Endin varð, at vit vrakaðu uppskotið og fóru hvør til sítt. Samráðingar eftir seming So hendi tað løgna, og dyrnar gloppaðust aftur. Sera óvanligt aftaná eina langa semingsroynd. Feløgini sendu í felag Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skriv við tillagingum til semingsuppskotið. Svar kom aftur, sama svar til øll, men sent hvørjum felagi sær. Tá valdu feløg at taka støðu hvør sær. Vit í Starvsmannafelagnum sóu hetta sum ein møguleika at røkka einari semju hóast alt. Og tað gjørdu HAK og lærararnir eisini. Tann stóra tvístøðan í hesum var, at um vit í Starvsmannafelagnum vrakaðu uppskotið, sum lá á borðinum, so var tað mest uppá prinsippið um at innføra skattapolitikkin í okkara lønarsamráðingar. Vit vildu ikki hava ein lønarskala, sum endurspeglaði órættvísa skattapolitikkin hjá samgonguni, har ein lækking av lønarvøkstrinum var løgd direkta inn í okkara lønarstiga. Skattapolitikk fyri seg og samráðingar fyri seg. Basta. Samtíðis sum hetta var inni í semingsuppskotinum, so høvdu vit eisini fingið nøkur góð serkrøv í skjalið. Harímillum var ein orðing um førleikamenning. Hon var eitt sindur ókonkret, men tó ein byrjan. Eisini fingu vit flutt útbúgvin skrivstovufólk úr lønarflokki tvey upp í trý, og tað høvdu vit vilja leingi. Vit brúktu tær gloppaðu dyrnar til ein fund afturat úti á Fíggjarmálaráðnum. Vit greiddu frá, at vit ikki undir nøkrum umstøðum vildu góðtaka skattapolitikk innførdan í sáttmálasamráðingar. Eisini kundu vit hugsa okkum meira konkretiseraðar ásetingar um førleikamenning og løn. Tann fundurin endaði tó sum eitt vónbrot, tí tað vísti seg, at FMR bert vildi tosa um ein lítlan smálut og ikki um nakað, sum vit hildu vera týdningarmikið. Boðast skuldi frá dagin eftir hvat vit hildu um hetta. Sum landið lá, vóru vit á veg í verkfall, og kjakið var lívligt niðri á felagnum. Tvístøðan var, at vit høvdu eitt skjal, sum næstan var til at gloypa, men tó ikki hóast alt. Skuldu vit kasta limir og land út í eitt verkfall, har vit ikki vistu um vit vunnu serliga nógv? Skuldu vit brúka milliónir uppá møguliga at vinna eitt prinsipp og nakrar túsund krónur? Vit ringdu aftur til FMR viðvíkjandi konkretisering av førleikamenning, har pengar eisini vóru nevndir. Tað lýsnaði eitt sindur hjá okkum. Samtíðis samdust vit um, at vit fóru at royna eina sera alternativa loysn, fyri at koma á mál. Vit vildu takka nei til lønarhækkanina á 220 um mánaðin, so vit sluppu undan skattapolitikkinum í samráðingunum. Á álitisfólkafundinum, sum vit høvdu havt um semingsskjalið, var ført fram, at hettar semingsuppskotið var so vánaligt, at tað ikki var vert at fara í verkfall uppá. Og vit vistu, at fólk vóru sera ill um skattaprinsippið. So vit hildu, at vit kundu loyva okkum hesa radikalu loysn í einum eitt ára skeiði. Hetta var so roynt á fundi dagin eftir við FMR. Partarnir løgdu tað fram teir høvdu, og aftaná eina løtu í einrúmi, hittust vit aftur fyri at skriva undir. Ein lætti at fáa ein enda á hesum. Men eisini ein sera løgin kensla, at hava takka nei til lønarhækkan afturfyri prinsippir. Vit vóru samd um, at hettar skuldi greiðast væl frá, fyri at øll kundu skilja hví vit høvdu gjørt tað vit gjørdu. Og vit vistu eisini, at avgerðin fór ikki at hóva øllum limum. Kenslan var tó góð tá alt kom til alt. Eftirmeting Kritikkurin aftaná hevur verið harður. Vóru vit so hástór, at vit hildu okkum hava ráð at takka nei til pengar? Vóru vit so veik í samstarvinum, at pedagogarnir sluppu at sigla sín egna sjógv? Taptu vit nú so dyggiliga fyri telvingini hjá landsstýrismanninum? Hesir og nógvir aðrir spurningar komu í kjalarvørrinum av semjuni. Vit mettu okkum klár at svara og før fyri at verja okkara avgerð. Eitt er at vera klár til at svara, men eitt annað er at upplýsa nøktandi. Nevndin í Starvsmannafelagnum er kritisera fyri at hava verið alt ov tigandi og afturlatin undir hesari semingini. Eisini hevur kunningin aftaná verið ov vánalig. Vanligt er undir seming, at allir partar fáa kjaftband. Einki má leka út frá semingini, sum kann ávirka partarnar og semingsmennirnar. Tí er tað sum oftast sera lítið, sum almenningurin fær at vita undir einari seming. Tað er skiljandi, at hetta er frustrerandi fyri fjøldina, sum situr uttanfyri og bíðar eftir einum úrsliti. Starvsmannafelagið hevur altíð kallað álitisfólkini inn til ein kunnandi fund, tá nevndin hevur fingið semingsuppskotið og tikið støðu til tað. Álitisfólkini kunnu tá siga teirra meining um tað. Tó er tað altíð nevndin, sum tekur støðu til um semingsuppskotið skal góðtakast ella ei. Hesaferð gjørdu vit tað øðrvísi, tí støðan var sermerkt. Vit kallaðu álitisfólkini inn til fund, áðrenn støða var tikin til semingsuppskotið. Vit vildu hava teirra áskoðan á uppskotið, tí vit mettu hetta so týdningarmikið og prinsipielt, at brúk var fyri einum størri forum at kjakast í. Fundurin gav okkum ábendingar og góðan íblástur til støðutakan. Úrslitið av hesum fundinum skuldi ikki kunngerast. Hetta tí at støða ikki var tikin til semingsuppskotið enn. Tað vóru nógvir limir frustreraðir um, og kritikkurin av hesum hevur eisini verið harðligur. Vit sum nevnd skulu taka kritikkin til okkum og betra um kunning og frágreiðing til limirnar. Men staðfestast má, at ein seming ongantíð verður eitt opið forum. Tað er avmarkað til umboð fyri partarnar í trætuni, og tað eru fyrst og fremst nevndirnar í fakfeløgunum øðrumegin og umboð fyri arbeiðsgevaran hinumegin. Í skrivandi stund eru pedagogarnir enn í verkfalli á 3. viku. Hini fakfeløgini tosa um, hvussu vit stuðla teimum best og hava lýst við samhugaverkfalli. Fakfelagssamstarvið og tess tilverugrundarlag er umrøtt aftaná hesar samráðingarnar. Hvat gera vit rætt og hvat gera vit skeivt? Hvussu halda vit áfram herfrá, og hvat verða okkara felagsmál í framtíðini? Hetta skal umrøðast gjølla, tá friður aftur er á arbeiðsmarknaðinum. Greitt er, at tá fakfeløgini í samstarvinum hava skrivað undir á fýra ymiskar sáttmálar, tá verður tað mikið verri at fara aftur til felags samráðingar. Útgangsstøðið var trupult hesaferð, og tað verður hvaðna verri næstu ferð. Mín vón er, at fakfeløgini kunnu arbeiða enn tættari saman, og at fleiri melda seg til samstarvið. Eitt føroyskt LO hevur verið nevnt nú aftaná semingina, og tað eru perspektiv í tí. Eingin ivi er um, at saman standa vit sterkari. Tó hava vit í almenna fakfelagssamstarvinum lært, at tað eru ómetaliga nógv smá fet at taka, áðrenn man er komin á mál. Og á veg frameftir noyðist man at gera feilir og læra av teimum. Vit eru so sanniliga vorðin nógvar royndir ríkari, og hava eisini lært av teimum. Framtíðin fer at vísa um vit duga at brúka royndir og førleikar til limanna fyrimun og gagn. Eg trúgvi, at vit fara at prógva tað at vera satt. Ársfrágreiðingin Tað er vorðin siðvenja, at hava ein gest á aðalfundi okkara. Í ár verða tveir gestarøðarar. Vit bjóða einum norðmanni vælkomnum á aðalfundin. Knud Roger Andersen er altjóða skrivari hjá norska felagnum Delta. Knud Roger fer at hugleiða og røða um týdningin av norðurlendska vælferðarsamfelagnum, avbjóðingunum og ikki minst í truplum tíðum. At vit fáa eina áhugaverda framløgu, er ikki at ivast í. Hann hevur orðið í síni makt og eitt gott kjak er í væntu. Vit gleða okkum at bjóða honum vælkomnum aftur til Føroya og á okkara fimtifyrsta aðalfund. Eisini hava vit heitt á Paula Petersen, marknaðarleiðara á LÍV, at halda eina framløgu um støðuma í mun til okkara eftirlønarviðurskifti. Tað verður høvi at seta honum spurningar og at vit eisini her fáa eitt áhugavert og neyðugt kjak er onki at ivast í. Somuleiðis bjóða vit Paula vælkomnum á aðalfundin í ár. Formansval er aftur á skránni. Formanstíðin er 4 ár. Uppstillingarfreistin var úti hálvan januar og eittans valevni er stillað upp. Eins og seinnu árini, verður skipað so fyri, at eisini ber til at brævatkvøða. Atkvøðuseðil fæst við at venda sær til skrivstovu felagsins og antin fáa atkvøðuseðilin útflýggjaðan ella sendan. Vælkomin á fimtifyrsta aðalfund Starvsmannafelagsins. Her heima hevur politiska støðan farna árið verið merkt av, at eitt val leingi lá í luftini. Samgongan millum A, B og C slitnaði og vit fingu eina minnilutasamgongu millum B og C. Føroyar hava ikki verið stjórnaðar av eini minnilutasamgongu áður, so hetta var ein nýggj og ørvísi politisk støða, enn vit eru von við. Minnilutasamgongan sat ikki skeiðið av. Løgmaður útskrivaði val tann 27. septembur og valið skuldi annars verið hildið í seinasta lagi í januar mánaði í ár. Eftir valið 29. oktobur bleiv nýggja samgonga skipað. Flokkarnir A, B, D og H hava 19 av teimum 33 sessunum í løgtinginum. Fleiri av royndastu politikarunum stillaðu ikki uppaftur, og fleir nývald manna okkara ting. Styttri enn tveir mánaðir eftir valið, tollaksmessudag, varð ein sera álvarsom og óunnilig skattabroyting samtykt. Flatskatturin merkir, at stórir skattalættar verða lætnir teimum vælbjargaðu og tey við lág og miðallønum fáa millum lítið og onki í skattalætta. Í heimsins dýrasta samfelagi eru tað júst lægru og miðal inntøkurnar, sum veruliga hava ein lætta fyri neyðini. Og tað er undanskatting av okkara eftirlønum, ið skuldi fíggja hesa ósolidarisku skipan. At broyta skattingina av eftirlønini til eina flatskattaskipan á 40 % tá inngoldið verður, heldur enn sum nú, antin 35% í skatti av kapitalpensiónini ella ein progressivan skattastiga við útgjaldi av ratupensión og lívrentu, merkir stóran niðurskurð í eftirlønini, tá fólk fara frá fyri aldur. Enntá er tað so, at hesi somu, sum hava atkvøtt fyri skipanini, ikki skulu skattast av teirra eftirlønum nú. Tær eru tænastumannaeftirlønir og tískil ein landskassa útreiðsla, vit øll fíggja. Fakfeløg og mong onnur stríddust ímóti hesi ætlan og vildu forða fyri, at hon bleiv sett í verk. Á fundum, bæði almennum og beinleiðis við samgonguumboð, gjøgnum skriv, lesarabrøv, í útvarps og sjónvarpssamrøðum og á annan hátt, varð roynt at fáa samgonguna at steðga og sleppa ætlanini. Avleiðingarnar av hesi so grundleggjandi skatta- og eftirlønarbroyting vóru á ongan hátt fult upplýstar ella gjøgnumskygdar. Stóra mannfjøldin á Vaglinum 3. desembur er eisini prógv um, at føroyingar ynskja ikki at okkara vælferðarsamfelag fer fyri bakka, heldur skal tað verjast, virðast og mennast. Eisini í 2011 hava skerjingar rakt fleiri av limum felagsins. Starvsfólk við hollari vitan, førleikum og mong við drúgvum royndum, ið hava tænt Føroya fólki væl. At fáa eitt uppsagnarskriv, er ein missur fyri hvønn einasta tað rakar. Og tað er sanniliga eisini ein missur fyri samfelagið og kann ikki gerast upp í peningi. Avleiðingin av hesum støðugu skerjingum gerst versnandi tænastustøði, størri niðurslíting, færri inntøkur og eisini at inntøkukeldur verða turrlagdar. Skerjingar og niðurlaðingar skapa ikki vøkstur. Inntøkur landskassans mugu økjast og neyðugt er at breiðar, berandi langtíðar semjur verða gjørdar á tingi. 22. juli 2011 er ein dagur, ið hevur brent seg í minni okkara. Sorgarleikurin í Oslo og á Utøya er eitt ræðandi álop á okkara demokrati. Sorgarleikir henda hvønn dag og hvønn tíma kring allan heim. Tá hesin ófatiligi sorgarleikur rakti okkara brøðratjóð fyri eystan, kendist tað sum stóðu vit andlits til andlits við tað hatur og tann óndskap, mannamuran eisini kann goyma. Og so kontrastin, at tilber ikki at lata hatrið fáa fastatøkur í fólkinum. At tey tvørturímóti siga; vit vilja vísa størri tolsemi, opinleika og kærleika. Hetta rørdi hjartastreingir og kveikir vón. Eg veit, at mong okkara feldu tár, bæði tá sorgarleikurin gekk upp fyri okkum, tá vit hoyrdu norska forsetan og fleiri við honum og eisini tá vit sóu norska fólkið sameint í einum rósuhavi. Tey eru fyrimyndir fyri okkum onnur og felagsins vegna, sendu vit samkensluskriv til okkara systurfeløg í Noregi. Tiltøk árið 2011 í sambandi við 50 ára stovningardagin Sum tykkum kunnugt fylti Starvsmannafelagið 50 ár tann 23. februar í fjør. Í tí sambandi gjørdi felagið fitt burtur úr fyri at hátíðarhalda hetta. Millum annað vóru hesi tiltøk í 2011. Sjálvan føðingardagin 23. februar varð skipað fyri almennari móttøku í hølum felagsins. Fleiri nýttu høvi at støkka inn á gólvið, bæði limir og samstarvsfelagar. Dagin fyri aðalfundin, var álitisfólkafundur og sama seinnapart skipað fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum. Evnið var Fakfeløg. Fortíð, nútíð, framtíð. Røðarar vóru John Mortensen, Hans Mourits Foldbo, Snorri Fjalsbak og Selma Ellingsgaard. Aftaná var orðaskifti millum Selmu Ellingsgaard frá Starvsmannafelagnum, Maritu Rasmussen frá Vinnuhúsinum og Sonju Jógvansdóttir frá Samtak. Øssur Winthereig stýrdi fundinum. Aðalfundurin var sjálvan Grækarismessudag, 12. mars. Stór føðingardagsveitlsa varð hildin sama kvøld fyri øllum limum felagsins, ið høvdu teknað seg. Forkvinnur og formenn fyri onnur føroysk fakfeløg vóru boðin, umframt eisini umboð fyri norðurlendsk systurfeløg. Harumframt umboð fyri arbeiðsgevarasíðuna og løgmaður og frú. Veitslan varð hildin í frálíku hølunum hjá Dansifrøi. Tilsamans vóru umleið 300 gestir. Limir felagsins, ið vóru møttir á aðalfundinum, fingu eina gávu, eina dokumentmappu við blokki og penni, hetta sum eina føðingardagsgávu í sambandi við 50 ára haldið. Felagið hevur havt eina lýsingarkampagnu í 2011, har vit hava varpað ljós á týdningin limir felagsins hava fyri samfelagið. Somuleiðis hevur felagið fingið nýggja heimasíðu og verður hetta umrøtt seinni í frágreiðingini. Vit tóku virðisgrundarlag felagsins alment í brúk í fjør. Álitisfólkini hava myndað, hvat virðisgrundarlagið skuldi vera. Hetta er týðandi liður í visiónsarbeiðnum fyri felagið. Av øðrum tiltøkum í fjør kann nevnast, at limir felagsins fingu eitt gott limatilboð uppá atgongumerki til summarfestivalin fyri einans 600 krónur. Tann 17. septembur var skipað fyri familjudegi í Skótadeplinum á Selatrað. Pláss var fyri 200 fólkum, og tað var fultteknað og nøkur sluppu tíverri ikki við av somu orsøk. Tiltakið hepnaðist sum heild sera væl og afturmeldingarnar vóru jaligar. Veðrið var gott, og har vóru alskins møguleikar at velja ímillum, so sum gongutúrur, síðing, postarenning, snorkling o.millum annað Tað er onki at ivast í, at Skótadepilin og tænastan tey bjóða, er eina vitjan verd. Vónandi kann verða skipað fyri slíkum tiltaki aftur. Arbeiðseftirlitið Eftirhondini eru fleiri sokallaðar politiskar avgerðir tiknar. Fleiri stovnar eru lagdir saman, uttan at greið og gjøllig meting er gjørd frammanundan av fyrimunum, vansum, kostnaði o.s.fr. At avgerðin er haldbar og skilagóð og starvsfólkini tikin við uppá ráð eigur at vera ein sjálvfylgja. Arbeiðseftirlitið bleiv ein av stovnunum, og skuldi verða skorin inn á bein undan samanleggingini við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Gott og væl 12 ársverk hava verið á Arbeiðseftirlitinum, men í 2011 skuldi starvsfólkatalið lækka við hálvum fimta ársverki. Tað er álvarsmál at skerja ein stovn, ið arbeiðir við fyribyrging og eftirliti. Hetta hongur als ikki saman við nútíðar krøvum til eitt sunt og trygt arbeiðsumhvørvi, har fólk ikki verða kroppsliga ella sálarliga niðurslitin. Arbeiðseftirlitið hevur harafturímóti í mong ár havt tørv á uppraðfesting, eitt nú við at seta ein arbeiðssálarfrøðing í starv. Sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur so avgjørt at verða tikið í ramasta álvara og ein uppraðfesting heldur enn skerjing av Arbeiðseftirlitinum hevði verið natúrligt. Fleiri av limum felagsins hava merkt, hvørja ávirkan millum annað tvørrandi leiðsluførleikar hava á trivnaðin og avleiðingarnar hetta kann hava fyri heilsustøðuna. Almannastovan og nærverkið Í summar sóu vit enn eina av hesum sokallaðu politisku avgerðum. Henda hevði við sær, at tveir av stóru stovnum landsins skuldu leggjast saman í ein. At Almannastovan og Nærverkið verða ein og sami stovnur er møguliga eitt gott hugskot. Tað sum er torført at skilja er, at tað ikki verður kunngjørt alment, at hetta er tað politiski myndugleikin ætlar, innan avgerðin er tikin, og at síðani fer arbeiðið í gongd at greina og meta, so avgerðin er vigað og væl gjøgnumarbeidd, innan hon verður tikin. Tað má og skal vera so, at innan ein so týðandi avgerð verður tikin, mugu starvsfólkini hava verið tikin við uppá ráð, verið við í tilgongdini og hava fingið lýst sjónarmið, fyrimunir og vansar, so avgerðin ikki kennist vera tikin í skundi og at hetta er eitt avgreiðslumál, ið ikki fær eina virðiliga viðferð. Álitisfólk og starvsfólk skulu verða kunnað í góðari tíð og verða tikin við uppá ráð og við í tilgongdini, tá broytingar ætlandi skulu henda. Sáttmálin ásetir hetta og tað er so sjálvsagt, at ert tú við í tilgongdini, fært høvi at brúka tína vitan og ávirka støðutakanina, ja, so fært tú eisini ognarlut og fært tikið tað nýggja til tín á heilt annan hátt, enn verður tað smoygt niðuryvir høvdið á tær. Sum sagt er tað møguliga eitt gott hugskot at leggja hesar stovnar saman. Tað sum er so týðandi er, at mannagongdir verða fylgdar, tí eisini skilagóðar avgerðir, ið ikki eru allýstar og vælgrundaðar, fáa skot fyri bógvin og møta mótstøðu, tá tilgongdin ikki er nøktandi. Felagið gjørdi vart fyri seg, so skjótt tilbar og víst varð á rættindini sambært grein tvey í sáttmálanum og at hesar ásetingar skulu fylgjast. Og svarskriv kom stutt eftir, at leiðslan skuldi vissa okkum um, at hon vildi fylgja galdandi ásetingum. Tað er sjálvsagt gott at stovnar virða og fylgja ásetingunum, tað sum er alneyðugt er, at politiski myndugleikin ger líka. Fakfelagssamstarvið byrjaði beint sum feløgini høvdu sagt sáttmálarnar upp, at fyrireika seg til komandi sáttmálasamráðingar. Fakfelagssamstarvið var eina kanningarferð í Danmark, har vitja var hjá samstarvsfakfeløgum, fyri at kunna okkum um hvussu teirra samráðingarfelagsskapir virka. Felagsnevndarfundur varð hildið á Gjáargarði í døgunum 12. og 13. mai. Á felagsnevndarfundinum í januar bleiv ein arbeiðsbólkur settur at gera mannagongdir fyri Fakfelagssamstarvið í samband við sáttmálasamráðingar, herundir fyrireiking, samráðingar og seming og fíggjarligu viðurskiftini hjá Fakfelagssamstarvinum. Hetta arbeiðið legði næstformansbólkurin fram til kjak. Kunnað varð eisini frá kanningarferðini í Danmark umframt at feløgini orðaðu hvørji felagskrøv vit skuldu hava til felagssamráðingarnar. Fakfelagssamstarvið hevði ein felagsnevndarfund áðrenn felags- og serkrøvini vóru handaði Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeisgevarafelagnum, Á hesum fundinum var mannagongdin fyri Fakfelagssamstavið staðfest umframt at feløgini løgdu síni serkrøv fram.Fakfelagssamstarvið, sum eftir seinastu sáttmálasamráðingarnar sá út at vera styrkt, viknaði í kongunum beint sum felagssamráðingarnar byrjaðu í juni mánaða. Tá boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at felagið tók seg úr samstarvinum. Hini fýra feløgini Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið, valdu at halda fram í samstarvinum og við felagssamráðingunum. Í næsta broti verður greitt nærri frá samráðingunum og nærri verður eisini greitt frá viðurskiftunum á aðalfundinum. Trúgvin á, at tað er í felagsskapi, vit vinna limunum bestu sømdir og standa sterkast er á ongan hátt vikna. Vit sjálvi og onnur við okkum, hava tikið upp, eisini alment, hvørt tíðin ikki er komin at arbeiða fram ímóti at fáa eitt føroyskt LO upp at standa, sum kemur at umfata bæði almennu og privatu fakfeløgini. Eisini hetta mál verður nomið við á aðalfundinum. Sáttmálasamráðingar Fyrst í apríl mánaða segði Fakfelagssamstarvið upp sáttmálarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at fara úr gildi tann 1. oktober 2011. Fyrsti fundur millum partarnar var 24. mai, har avtalað varð hvussu samráðingarnar skuldu skipast, og at partarnir skuldu handa krøvini tann 21. juni 2011. Fakfelagssamstarvið ynskti, at politiski myndugleikin var við til samráðingarnar, og hetta játtaði fíggjarmálaráðharrin, og luttók hann í samráðingunum til val var útskrivað í septembur 2011. Samráðingarnar vóru skipaðar soleiðis, at Fakfelagssamstarvið tók sær av felagssamráðingunum, meðan sersamráðingarnar skuldi hvørt felag taka sær av. Krøvini í felagssamráðingunum vóru løn, eftirløn, førleikaviðbøtur, trygd í starvinum v.m. Starvsmannafelagið handaði Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum síni serkrøv tann 23. juni 2011, og vóru partarnir samdir um, at sersamráðingarnar skuldu byrja eftir summarferiuna. Felagssamráðingarnar byrjaðu seinast í juni mánaða og vóru fleiri fundir hildnir undan summarsteðginum. At val var í hondum vistu vit og løgdu nógv fyri at koma ásamt um ein lønarkarm. At smíða meðan jarnið var heitt og fáa avtalu í lag, innan val varð útskrivað, var upplagt, tó rukku vit ikki á mál. Samráðingarnar vóru tiknar upp aftur seinast í august mánaða og hildu fram til val varð útskrivað seinast í septembur mánaða. Tá kom steðgur í samráðingarnar. Bleiv val ikki útskrivað júst fyri fyrsta oktobur, so er lítið at ivast í, at semingsfólk høvdu verið biðin tá og søgan hevði verið ein onnur. Tá val er útskrivað, er landsstýrið eitt forrætningsstýri. Uppá fyrispurning frá Fakfelagssamstarvinum, hvar byrjað varð aftur, eftir at nýtt landsstýrið var skipað, var svarið frá arbeiðsgevarasíðuni, at tað vildi verið løgið, um krøv blivu broytt og at byrjast skuldi av nýggjum. Partarnir vóru samdir um, at steðgur ikki skuldi vera í sersamráðingunum, heldur at partarnir royndu at koma væl áleiðis við sersamráðingunum, til felagssamráðingarnar vórðu tiknar uppaftur. Nýggj samgonga var skipað og nýggi fíggjarmálaráðharrin var við á fyrsti felagssamráðingarfundinum eftir steðgin, ið verið hevði. Hann var bert við til henda eina fundin. Nú vóru aðrir bollar í suppuni. Einasta kravið frá arbeiðsgevarasíðuni var nú, at pláss var ikki til nakrar lønarhækking og tær hægru lønirnar skuldu bera ein kostna, tí nýggj flatskattaskipan skuldi setast í verk og skuldi síggjast aftur í avtaluni, sum gerast skuldi millum partarnar. Fakfelagssamstarvið vísti greitt kravinum aftur, tí sáttmálasamráðingar og skattapolitikkur skulu ikki tengjast saman. Vit samráðast um løn og setnarviðurskifti hjá limunum, fordeilingspolitikkur, herundir skattapolitikkur, er ábyrgdin hjá teim fólkavaldu og fordeilingspolitikkin hava fakfeløgini ikki ræðisrættin á. Beint undan jólum slitnaðu samráðingarnar og boð vóru eftir semingsmonnum. Partarnir samdust um at biðja Petur Joensen og Petur Zachariasen til semingsmenn og byrjaði sjálv semingsroyndin 21. januar. Vikuna undan hevði Maskinmeistarafelagið verið til semingsroynd og skrivað undir 2 ára sáttmála. Mangt er sagt og skrivað um semingsroyndina hjá Fakfelagssamstarvinum og úrslitini av hesi. Stutt kann sigast, at ongin okkara hevði ímyndað sær ella ynskt ta støðu, at feløgini skuldu skriva undir ymiskar avtalur, tá vit langar dagar og nætur stríddust at fáa eina líkinda avtalu í hús. Hetta er uttan samanlíkning torførasta semingin, ið mong okkara hava upplivað. Nevndin hevur í tveimum skrivum greina støðutakan okkara og nærri verður greitt frá semingsroyndini og semjuni á aðalfundinum. Sum øllum kunnugt, so hendi tað serstakliga álvarsama, at tá nýggja samgongan kom til, skuldi frammanundanskatting av okkara eftirlønum verða fíggingin av flatskattinum. Vit stríddust ímóti hesi kollvelting og eisini ímóti, at hon bleiv skunda, ja, skrumbla ígjøgnum tingið fyri jól. Samtykt bleiv hon. At gera slík stór og álvarsom inntriv fær avleiðingar. Og ein av avleiðingunum er, at álitið á okkara eftirlønarskipan er skalað. Fakfeløgini blivu ikki vird, og okkara mótmæli ikki tikin til eftirtektar, um hesi rættindi, ið eru vunnin limunum gjøgnum samráðingar í áravís. At samgongan vildi skrumbla hetta stórmál gjøgnum tingið, við so stuttum skoðbrái, er óskiljandi. Øll mótmælini og eisini Gallup kanning vístu greitt, at fólkið tekur ikki undir við hesum inntrivi. Og óvissan og ótryggleikin broytingin hevur ført við sær, eru á ongan hátt gagnlig fyri tann einstaka. Vit hava bíðað eftir eftirlønarreforminum, ella pensiónsnýskipanin, í fleiri ár. Hvussu ofta málið hevur drigið út, er torført at fáa greiðu á, og nú eitur dagurin 1. januar 2013. Hvussu verður er torført at meta um. Tó, hesi grundleggjandi inntriv gagna avgjørt ikki samstarvinum og álitinum, sum eru neyðug, skulu reformar setast í verk. At byggja upp tekur so langa tíð, og tað er so ómetaliga skjótt at bróta niður. Samlagstryggingin Aðalfundur Samlagstryggingargrunnsins verður, sum vanligt seinnu árini, hóskvøldið eftir aðalfund felagsins. Í ár tískil 15.03. og í hølum felagsins. Tryggingarprocentið er lækkað og er nú í 1 %. Henda lækking hevði virknað frá 01.01.2011 at rokna. At gjaldið er lækkað, merkir ikki, at okkara tryggingar hava verri dekning enn áður. Heldur er samlagstryggingin styrkt. Sum upplýst í fjør, so hava vit keypt hjúnarfelaga og samlivaradekning afturat, og hetta fyri sama kostnað. Henda merkir, at missir limur makan, fær limur útgoldið helvtina av egnu lívstryggingarupphæddini. Vit eru enn í tingingum við tey, ið bjóða út samlagstryggingar herheima. Málið er áhaldandi at betra um tær tryggingar, vit hava teknað. AlS Arbeiðsloysið er vaksið nógv seinastu árini og um ársskiftið 2010-2011 fingu fleiri enn 2000 útgjald úr ALS. Talið av fólkið, ið fingu útgjald úr skipanini er lækkað nakað og var gott 1700 fólk um árskiftið 2011-2012. At missa starvið, er tungt at uppliva. Fyri okkum menniskju er so umráðandi at kenna at pláss er fyri okkum í samfelagnum og tørvur er á okkara arbeiðsmegi. Eitt av stóru vandamálunum er, at tey ungu eru hart rakt av arbeiðsloysinum. Fleiri teirra skulu út á arbeiðsmarknaðin fyri fyrstu ferð, og tær royndir tey gera sær, fáa ávirkan á teirra álit á samfelagið og teirra áskoðan á seg sjálvi. Bæði fyri tey arbeiðstøku og samfelagið alt, er vónin at talið áhaldandi lækkar og ongantíð ov skjótt. At talið av arbeiðstøkum er so stórt, hevur viðført, at stýrið fyri ALS hevur mett tað neyðugt at broyta bæði inngjald og útgjald, fyri at byrgja uppfyri, at grunnafæið verður burtur um fá ár. Hetta var herskin biti at svølgja. Bæði tað at inngjaldið hækkar og at útgjaldið lækkar, samstundis sum tað verður enn tyngri at fáa endarnar at røkka saman. Á aðalfundinum verður tikið samanum støðuna og eisini greitt frá royndunum at útvega arbeiðstøkum starvsvenjing. Endaligur úrskurður er enn ikki sagdur í málinum um verkfallið hjá Sjúkraflutningstænastuni. Úrskurðurin hjá fasta gerðarætti, tá vit lýstu verkfall fyri Sjúkraflutningstænastuna á vári 2010 var tann, at verkfallið var heimilað stríðsstig, men fráboðað við ov stuttari freist. Øll fakfeløgini, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, vóru púra samd um at gerðarætturin var farin út um sínar heimildir, at hann yvirhøvur segði úrskurð um freistir. Vit hava onga fráboðanarfreist, so einfalt er tað. Vit standa øll saman um hetta álvarsmál. Málið bleiv seinni kært og hevur fasti gerðarætturin avgjørt, at málið er av slíkum prinsipiellum slagi, at tað verða allir átta dómarar, ið skulu døma í málinum. Væntandi var, at málið kom fyri á vári 2011, tó helt hetta ikki. Úrskurðurin viðførdi eisini, at fakfeløgini settu niður ein bólk at endurskoða viðtøkurnar fyri fasta gerðarættin. Endamálið við bólkinum var at lýsa tey viðurskifti, vit vóru ónøgd við og hvørjar batar og broytingar, vit mettu neyðug. Fundur var eisini við nevndina og dómararnar, har støðan var lýst. Væntandi verður úrskurður sagdur í málinum einaferð í vár. Nevnd og umsiting á vitjan kring landið Síðani á vári 2009 hava nevnd og umsiting verið og vitja stovnar kring landið. Ætlanin er skipa fyri vitjunarrundferð annað ella triðja hvørt ár og at fáa hetta í fasta legu. Nú hava vit vitjað limir og arbeiðspláss kring landið alt og okkum manglar bert eina vitjan í høvuðsstaðarøkinum afturat. Hon verður eftir ætlan 21. mars. Vit meta tað av stórum týdningi, bæði fyri nevnd og umsiting, og fyri limir felagsins, at vit kunna hittast á henda hátt. Andlit verður sett á hvønn annan, og vit fáa nærri innlit í tey alskyns starvsøki, limirnir røkja. Ætlingin er at nevnd og umsiting gerast meira sjónlig fyri limirnar og vónin er, at vit øll á henda hátt kenna okkum tættari hvørjum øðrum í felagnum. 20. septembur 2011 vóru vit og vitjaðu í Norðurstreymoy. Vit vitjaðu í Kaldbak, Royndarstøðina í Kollafirði, Kvívíkar kommunu, Staðið í Vestmanna, Vestmanna kommunu, Posta á Oyrarbakka og Sunda kommunu saman við limum í skúlanum á Oyrarbakka. Fyrra vitjanin í Havn var sjeynda desembur. Av tí at felagið hevur limir á so nógvum stovnum í Tórshavn deildu vit okkum sundur í tveir bólkar. Ein bólkur vitjaði Sjónvarpið, Útvarpið, Løgmansskrivstovuna, Vinnumálaráðið, Innlendismálaráðið og Posta. Hin bólkurin vitjaði Landsbókasavnið, Hagstovuna, Gjaldsstovuna, Taks, Fíggjarmálaráðið, Lønardeildina, Umhvørvisstovuna, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Fyrilestur hjá Niclasi Hera Jákupssyni við heitinum Út við strongd og inn við lívsgleði, skuldi vera í Norðurlandahúsinum sama kvøldið. Hann fekk forfall, so tiltakið mátti avlýsast. Vit hava tó ikki slept ætlanini um henda fyrilestur, so hann verður sama dag, sum vit fara á næstu vitjanina í Tórshavn, 21. mars um kvøldið og í Norðurlandahúsinum. Okkara fatan er, at vitjanirnar hava verið jaliga móttiknar av limunum. Vit eru sera glað um blíðskapin, okkum hevur verið sýndur allastaðni, vit hava vitjað. Takk fyri tit øll og vit gleða okkum til framhaldandi at vitja kring landið. Sum kunnað um á fleiri fundum, so meta vit tað neyðugt at skipa felagið betri innanhýsis. Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við málinum í longri tíð og fylgibólkur er settur at sparra við. Leistur er lagdur fyri viðtøkur og uppbýtið og tað er sannlíkt, at bólkað fer at verða eftir yrkjum. Arbeiðstrýstið í 2011 hevur verið sera stórt og neyðugt hevur tíverri verið at flutt avtalaðar fundir. Gongur eftir ætlan, so kunnu nakrir bólkar, um ikki allir, sjósetast í leypi av 2012. At skapa umstøður og forum har dentur verður lagdur á at menna og fáa størri fokus á yrkini, meta vit vera leiðina at ganga. Eisini kunnu skapast møguleikar at styrkja samanhaldið og felagsandan í økjum kring landið. Meira verður at frætta á aðalfundinum. Eftirstarv Tað nýggjasta áhugafelagið í Starvsmannafelags regi er væl og virðiliga sjósett. Limirnir í Eftirstarvi, eru limir, ið eru farnir frá vegna aldur ella eru tilkomin og fara av arbeiðsmarknaðinum um fá ár. Nevndin telur trý fólk. Gunnleivur Dalsgarð, Inga Simonsen og Ragnar C. Joensen og hevur skipa seg við Gunnleivi sum formanni. Limirnir møtast javnan og hava skipað fyri fyrilestrum, hugnakvøldum og hava ætlanir at skipa fyri útferðum og øðrum tiltøkum. Tey hava drúgvar royndir og ætlingin er eisini, at nevndin leitar sær ráð hjá teimum í mun til spurningar, ið hava við eldrapolitik og onnur evnir at gera. Álitisfólkaval Í oktobur og novembur var álitisfólkaval. Valið er annaðhvørt ár. Talið á álitisfólkum er eini 130 og seinnu árini hevur talið á nývaldum ikki verið stórt og vit fegnast um, at fleiri álitisfólk vilja átaka sær hesa stóru ábyrgd ár undan ári. Felagið leggur stóran dent á og orku í at menna álitisfólkaskipanina. Sum undanfarin ár, verður skipað fyri álitisfólkaskeiðum árið eftir, at valið hevur verið. Grundskeiðið verður í vár og stutt eftir at aðalfundurin er av. Álitisfólk hava saknað at hildin verða onnur skeið, og á álitisfólkafundi fyri jól 2009, varð staðfest, at hetta serliga var í mun til tær truplu samrøðurnar. Í mai skuldi áhugavert álitisfólkskeið vera umborð á Norrønu, bæði við kei, á veg til Íslands, í Íslandi og á veg heimaftur. Hetta skeiðið varð av ongum, ti tað vísti seg at lønarviðurskiftini fyri íslendsku starvsfólkini umborð, vóru ikki sambært føroyskum sáttmála ella sáttmála, ið føroyskt fakfelag hevði góðkent. Vit vildu ikki góðtaka, at grundleggjandi viðurskifti ikki vóru í lagi. Vit royndu tað vit kundu, at ávirka støðuna, so lønarviðurskiftini blivu broytt. Hesi komu ikki í rættlag undan fráferð og tí avlýstu vit skeiðið. Eini 50 álitisfólk høvdu teknað seg til skeiðið og tað var sjálvsagt sera harmuligt, at vit máttu avlýsa. Somuleiðis avlýstu eisini hini feløgini í Fakfelagssamstarvinum skeið, nevndirnar høvdu teknað seg til umborð. Vit royndu at flyta skeiðið til annan veitara, tó bleiv skoðbráið ov stutt. Á aðalfundinum verður greitt nærri frá, hvussu verður í vár. Útlitini fyri at skeiðið kann vera hildið í vár ístaðin, eru ikki so galin. Broytingar eru hendar umborð, og hvør veit, um tað ikki eisini kann skyldast, at vit ikki vildi góðtaka viðurskiftini tá. Tað svitast ikki, at tað hóvaði ikki leiðsluni væl, at vit avlýstu og roynt varð, at fáa okkum at broyta støðu tá. Nú vóna vit, at tað fer at eydnast at halda skeiðið. Starvsblaðið og heimasíðan Starvsblaðið er týðandi partur av kunning felagsins. Blaðið kemur út eina ferð um ársfjórðingin. Tað kom út fimm, seks ferðir fyri nøkrum árum síðani. Hetta bleiv broytt, so vit í dag hava eitt størri blað við fleiri greinum hvørja ferð. Framvegis er endamálið at blaðið er so viðkomandi og upplýsandi sum gjørligt. Eftir okkara meting hepnast hetta rímiliga væl og sjálvsagt er framhaldandi menning málið. Rit og Ráð við Torfinni Smith er holli samstarvsfelagin í arbeiðnum við Starvsblaðnum. Í skrivandi løtu verður arbeitt ítøkiliga at menna tíðindaflutningin á heimasíðuni. Vit settu Rigmor Dam í starv at menna og røkja heimasíðuna, umframt at standa fyri lýsingartiltakinum Í fólksins tænastu, nú felagið varð 50 ár í 2011. Heimasíðan er komin upp at koyra og verður javnan dagførd við kunning og tíðindum. Vónin er, at síðan verður ein virkin viðspælari í almenna orðaskiftinum og viðkomandi fyri limir felagsins. Hátíðarlýsingarátakið fevndi um sjónvarpslýsingar, útvarpslýsingar og blaðlýsingar, og er av á hesum sinni. Vit hava verið stak væl nøgd við átakið, sum varð framleitt í samstarvi við Sendistovuna. Felagið hevur eisini verið sjónligt á Facebook í 2011, bæði við lýsingum og við egnum bólki. Vit vita, hvussu mong nýta sosialu netverkini og at tað eisini hevur týdning at vera sjónligur á hesum platformum. Hetta øki eigur eisini at mennast við tíðini. Nú Rigmor Dam er vald á ting, er hon í farloyvi úr starvi sínum í Starvsmannafelagnum. Góðu høli felagsins í J.H. Schrøtersgøtu eru nógv nýtt og umbiðin. Tey eru væl umtókt av limunum eins væl og mongum øðrum. Her er nógv virksemi. Skeið, felagsfundir, ymiskar veitslur og hald. Barnadópar, føðingardagar, brúdleyp, konfirmatiónir, ervi og aðrar týðandi løtur í lívinum hava hølini verið karmur um. Vit fegnast um stóra áhugan at nýta hølini og at fólk eru glað fyri tey. Eisini garðurin sunnanvert húsini er sera væl umtóktur og er vakur at skoða og njóta allar árstíðir. Atkomumøguleikarnir til niðaru hæddina eru góðir, eisini hjá fólki í koyristóli. Tað er ein sjálvsagdur rættur at atkomumøguleikar eru í lagi. Enn manglar tó lyfta í húsunum. Nær slík verður veruleiki er enn óvist. Tíverri er soppavøkstur staðfestur í húsunum. Illgruni hevur verið, at okkurt hevur ikki ruggað rætt. Okkurt starvsfólk hevur havt trupulleikar við útbroti og andaleiðini. Tá farið var at kanna, hvørt soppur kundi vera í húsinum, var soppur staðfestur. Serliga á loftinum og í ónkrum rúmum í miðhæddini. Útveggirnir eru ikki isoleraðir og tað ger eisini, at fuktur somuleiðis er staðfestur í onkrum parti av útvegginum. Tað er tískil neyðugt at umvæla húsini og nærri verður greitt frá støðuni á aðalfundinum. Summarhúsini við Gjógv og í Skálavík Fremsta uppgávan hjá Starvsmannafelagnum er at tryggja limunum so góð lønar- og starvsrættindi sum tilber. At eitt fakfelag eisini er virkið á øðrum økjum, soleiðis at limirnir merkja, teir eru í einum góðum felagsskapi, meta vit eisini sum uppgávu hjá okkum sum fakfelagi. Tað kann vera á fleiri økjum. Sum til dømis at bjóða limum møguleika at nýta sína frítíð í fríðari náttúru og hugnaligu umhvørvi til ein samuligan kostnað. Tað er gott at kunna ferðast í egnum landi. Undirtøkan fyri summarhúsunum, vit framleiga við Gjógv, hevur verið sera góð, serliga summarhálvuna. Avtalan við eigaran er endurnýggjað ár undan ári í skjótt fleiri ár. Tú ringir til felagið at umbiðja húsini. So verður kannað um tey eru tøk, tá tú ynskir. Eisini ber til at tú sjálv/ur kannar eftir á heimasíðuni. Ein kalendari vísir hvørt húsini eru tøk ella ei. Summarhús okkara í Skálavík vóru tikin í nýtslu í septembur í 2010. Alskyns hentleikar eru í húsunum og tey eru snøgg. Vit fegnast um at hetta gjørdist veruleiki. Húsini eru bæði umhvørvisvinalig og egnað til fólk í koyristóli. Grundøkið átti Postfelagið og tá feløgini løgdu saman í 2007, var grundøkið við í samanleggingini. At gagnnýtast hetta aktiv var ikki ivi um, og í dag stendur snotuligt summarhús á Oyrarvegi 13 í Skálavík. Limirnir hava tikið serstakliga væl ímóti húsunum og mong hava longu verið og ferðast í Skalavík. Tey eru sera nógv umbiðin, so umráðandi er at bíleggja í góðari tíð. Ikki kann sigast annað enn, at nýggju summarhúsini eru ein góð íløga. Donsk fólkaferia Fleiri ár eru liðin síðani at Starvsmannafelagið á fyrsta sinni gjørdi avtalu við donsku fólkaferiuna, so limir felagsins kundu fáa avsláttur av teirra ferðatilboðum í Danmark og aðrastaðni. Hesi tilboð hava havt áhuga millum limirnar og verða brúkt. Á heimasíðuni ber til at lesa meira um hesi tilboð. Tilboð frá fyritøkum til limir okkara. Í nøkur ár hava vit arbeitt við at útvega limum tilboð, eins og vit kenna tað frá øðrum londum. Tað eru fleiri handlar, virki, matstovur o.ø. vit hava sett okkum í samband við hesi árini. Limaskarðin er stórur í føroyskum høpi og fleiri fyritøkur hava sýnt áhuga. Avtalan er, at limir okkara fáa avsláttur og fyritøkurnar fáa ókeypis lýsing á heimasíðu okkara og hava eisini fingið lýsing av tilboðnum í Starvsblaðið. Avsláttaravtalurnar eru at síggja á heimasíðuni. Vit vita, at fleiri nýta møguleikan at fáa avsláttur av vørum og tænastum. Hetta er lætt og ómakaleyst, tú vísir bara limakortið, tá rindast skal. Um onkrum manglar sítt limakort, so ring ella skriva til felagið og tit fáa kortið sendandi. Norðurlendskt og altjóða samstarv Tað eru eini 20 milliónir limir í 640 fakfeløgum í 160 londum kring knøttin. Bæði forkvinnan og aðalskrivarin eru norðurlendingar, svenska Ylva og Peter, ið var formaður í HK-Stat í Danmark undan valinum til aðalskrivara. ISKA ella PSI varð sett á stovn í 1907. Eisini í europeiska EPSU er felagið limur. Í norðurlendskum høpi er felagið limur í trimum felagsskapum Tvørgangandi. Í NTR hava vit eisini umboðan og næstformaðurin situr í stýrinum og samskiparin í sekretariatinum. Hesin felagsskapur umboðar fyrst og fremst fólk í kommunalum størvum. Felagsskapurin helt í 2011 sína árligu ráðstevnu í Noregi. Londini skiftast um at hava formansskapiní eitt ár í senn. Síðani 2007 hava vit eisini verið fullgyldugur limur í NSO og eru somuleiðis umboðað í hesum stýri. Forkvinnan í stýrinum og felagsskrivarin í sekretariatinum. Eisini í NSO hava londini formansskapin eitt ár í senn. Ísland yvirtók formansskapin eftir okkum á ráðstevnuni herheima í august 2010 og tískil var árliga ráðstevnan í Íslandi í 2011. NOFS, sum er norðurlendskur partur av EPSU og ISKA eiga vit eisini luttøku í. Hetta tengt at okkara limaskapi í NTR og NSO Ráðstevnur Árliga NTR ráðstevnan var í Noregi í juni mánaði 2011. Ráðstevnan í Ullensvang í Noregi er væl lýst í Starvsblaðnum í oktobur og somuleiðis NTR ráðstevnan. Eftir norska formansskapin yvirtók Svøríki henda. Tað er nú svenska fakfelagið Vision, ið hevur formansskapin og verður skipað fyri árligu ráðstevnuni í juni mánaða í Falkenborg í Svøríki. NSO ráðstevnan var í Íslandi í juni mánaða, á Stykkishólmi. Danir hava nú yvirtikið formansskapin, og tað er HK-Stat, ið nú stjórnar NSO. Í septembur verður ráðstevnan á Stevns. Nevnd og umsiting hava býtt umboðanina soleiðis, at helvtin luttekur í NSO høpi og hin helvtin luttekur í NTR høpi. Endi At enda vil eg ynskja okkum øllum ein góðan aðalfund og takka fyri farna árið. 50 ár eru nú farin aftur um bak. Mangt er hent og komið av skafti hesi hálvu øldina. Ynskið og málið er, at Starvsmannafelagið, eisini framyvir, borgar fyri at limanna rættindi og kor áhaldandi verða styrkt og ment. Næstan øll fáa ein skattalætta, men sera stórur munur er á lágu og høgu inntøkunum. Tey, sum forvinna 250.000, merkja so at siga einki. Fyri ársinntøkur omanfyri 250.000 økist skattalættin javnt og samt. Tað greiddi Jan Otto S. Holm, sum er óheftur fíggjarráðgevi, frá á einum limafundi, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri. Limir felagsins fingu lítlan ugga av hesum boðskapi, tí flestu teirra liggja so mikið niðarliga á lønarstiganum, at teir fáa lítið og einki burtur úr sokallaða og hálovaða skattalættanum hjá landsstýrinum. Heldur fingu teir salt í sárið av niðurstøðuni hjá fíggjarráðgevanum, sum segði seg bera ótta fyri, at flatskatturin fer helst at hækka kostanaðarstigið í Føroyum, soleiðis at keypiorkan hjá lægru løntu kann lækka. Fíggjarráðgevin vísti á nakrar strikumyndir og stabbamyndir, sum nærri vístu hvussu flatskatturin ávirkaði ymiskar starvsbólkar. Broyttar skattaætlanir Blái liturin vísir effektiva skattaprosentið, sum galdandi var áðrenn vit fingu flatskatt. Reyði vísir flatskattin, og grøni vísir hvussu mikið mánaðarligi skatturin lækkar. Her síggja vit, at lønir upp til 250.000 fáa upp móti 200 krónum í skattalætta um mánaðin. Er lønin til dømis 600.000 sleppur viðkomandi umleið 4.000 krónur lættari í skatti. Viðmerkjast skal, at talvan er gjørd áðrenn flatskattauppskotið varð broytt soleiðis, at skattalættin til inntøkur omanfyri 600.000 krónur varð lækkaður nakað. Tað hevur tó einki at siga fyri limir Starvsmannafelagsins, tí eingin teirra røkkur í nánd av hesum tindum. Sáttmálasamráðingarnar Tey, sum minnast aftur til tíðina frá 1979 til 1990, minnast kanska rokið, ið var ímillum bretsku stjórnina við Margareth Thatcher á odda, og fakfelagsrørsluna. Hetta var eitt stríð, sum fakfelagsrørslan so dyggiliga tapti. Tað eydnaðist Thatcher stjórnuni at knúsa fakfelagsrørsluna og hevur hon ikki fingið fótin fyri seg enn; støðan í dag er eisini hareftir. Eg skal ikki koma nærri inn á tað her, men bert royna at vísa á, at vit eru líka við at koma í somu støðu her hjá okkum, um vit ikki ansa sera væl eftir. Tað sær út til, at tað eru kreftir í politiska samfelagnum, ið miðvíst arbeiða fram ímóti hesum. Feløg verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Flatskattur, ið gevur teimum við hægstu inntøkunum gigantiskar skattalættar, er settur í gildi. Hetta hóvar kanska onkrum felag, men teimum flestu sera illa. Sáttmálasamráðingarnar, ið hava verið, hava skapt eitt nýtt fyribrygdi innan føroyska samráðingar, nevniliga at sundurskilja lønarhækking, so ikki øll fáa líka prosenttal ella líka krónutal, nakað, sum annars hevur verið siðvenja. Síðani tíðliga í summar, samráddust tey fýra fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, um nýggjan sáttmála. Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober 2011. Tá Løgtingsvalið varð útskrivað seinast í septembur, var sáttmáli ikki undirskrivaður. Illa kann sigast, at samráðingarnar gingu skjótt og effektivt, tá hugsað verður um, at vit skuldu koma væl inn í nýggja árið, uttan at sáttmáli var undirskrivaður. Politiska gongdin í samráðingunum Eftir valið varð skjótt greitt hvønn veg politiska kósin gekk. BORGARLIGT BORGARLIGT, varð úrslitið, stuðlað av tveimum smáum flokkum, ið søgdu ja til alt, bara fyri at koma í landsins stjórn. Tá hevði alt annað minni, ella onki, at siga. Fólkið hevur talað við valið 29. oktober. Vit hava fingið eina nýggja stjórn við einum greiðum meiriluta, tað er einki at taka feil av. Men eg loyvi mær at ivast í, um hetta var tað veljarin hevði í tonkunum, tá krossurin varð settur á atkvøðuseðilin. Haldi ikki tað vóru nógv, ið sóu dagsins politikk á tapetinum. Flatskattur Nógv er hent hesa stuttu tíð, ið Jørgen hevur rátt fyri borgum. Rætt skal vera rætt. Jørgen hevur ikki verið einsamallur um hetta vandaspæl, hann er væl stuðlaður av Kaj Leo, Jenis og Kára. Vit hava fingið tær mest órættvísu skipanirnar, sum nakrantíð hava sæð dagsins ljós her á landi. Vit hava fingið tann sokallaða flatskattin smoygdan oman yvir okkum. Ein skattaskipan, sum so at siga, øll við skili fyri skattaspurningum, hava rátt frá at seta í verk. Hetta er ein skattaskipan, sum ger rík ríkari og gevur teimum við høgu lønarinntøkunum stórar skattalættar, skattalættar sum lægru lønmóttakararnir gjalda. Eftirlønin Eisini er eftirlønarskipanin broytt. Nú skal eftirlønin skattast við inngjald og ikki við útgjald og skatturin, sum nú kemur inn, skal brúkast til at fíggja flatskattaskipanina. Eg skal ikki troytta tykkum meira við hesum spurningi. Eg vil bara vísa á, at munurin er rættiliga stórur fyri teg og meg sum inngjaldara. Eftir skipanini, sum var galdandi áðrenn 1. januar 2012, var skattaavgjaldi 35%, í dag er tað gjaldið hækka við 5% upp til 40%, so eingin skal siga mær, at hetta ikki hevur nakra ávirkan í framtíðarútgjaldingini. Eisini skal roknast við at umsitingargjaldið til tryggingarfeløgini hækkar, tá umsitingin av okkara polisum verður nakað væl størri. Fíggjarlógin Eitt tað fyrsta, sum samgongan skuldi gera, var ein løgtingsfíggjarlóg fyri 2012. Har varð mangt og hvat skorað inn ímillum. Alt sovorðið, sum ger gerandisdagin hjá vanliga føroyska borgaranum uppaftur truplari. Limaskapurin í Heilsutrygd, altso sjúkrakassanum, er hækkaður og nógvir av sjálvsøgdu stuðulunum, eitt nú til heilivág og hoyritól eru burtur ella lækkaðir markant. Tað er ikki lætt at blíva gamal í føroyska samfelagnum í dag, tí tað eru tey gomlu, sum fyrst og fremst verða rakt av hesum órættvísa inntrivi. Alt hetta fyri at tað skal fíggja ein vanvittigan skattalætta til seg og síni. Afturat hesum kann nevnast at millum annað er innlánsrentan í bankunum lækkað, samstundis sum útlánsrentan er hækkað. Eitt hav av ymiskum avgjøldum er sett í verk, samstundis sum avlopið í onkrum av bankunum var í 100 millióna klassanum í 2011. ALS útgjaldið er lækkað og ALS inngjaldið er hækkað. At skommin so varð fullførd við biddaragongdini á Christiansborg, sum gav 8,5 milliónir krónur, ger ikki støðuna betri. Fakfeløgini eru ikki til sølu. Lítið er at ivast í, at komandi tíðir verða strævnar og krevjandi fyri fakfeløgini. Ongantíð hava uppgávur teirra verið meira eyðsýndar, enn tær eru í dag. Lat tað verða sligið rimmar fast at vit fara ikki at lata standa til og vit fara ikki at lata borgarligu samgonguna, ella nakra aðra samgongu, niðurbróta vunnin rættindi hjá lønmóttakarunum. Vunnin rættindi eru ikki til sølu. Føroyska fakfelagsrørslan er heldur ikki til sølu, hon fer ikki at lata seg knúsa av útspekuleraðum politikarum. Seinasta tíðin hevur eisini greitt víst, at fakfeløgini standa saman sum ein blokkur, ið verjir rættindi lønmóttakarans. Klumman Mangan verður sagt, at tann demokratiski hugburðurin í einum samfelagi kann mátast nokkso neyvt eftir, hvussu góð kor satiran hevur. Í einaræðislondum hevur hon aloftast sera trong kor og verður ikki sjáldan brúkt ella misbrúkt sum einvegis propaganda fyri valdsharrunum. Ei undur í, at mangur einaræðisharri hevur ræðst og ræðist satiru sum hin versta. Hon kann jú vera beinleiðis vandamikil fyri eina harðrenda samfelagsskipan og undirgrava valdið og autoritetin hjá Leiðaranum. Ymiskt er, hvussu statsmenn og statskvinnur hava dugað at tikið satiru millum ár og dag, eisini í demokratiskum londum. Tað sigst, at fyrrverandi svenski forsætisráðharrin Olof Palme kundi finna upp á at kasta hatur á keiputeknarar. Men hann var eisini barn av eini heilt aðrari tíð. Eftirmaður hansara Ingvar Carlsson flenti hjartaliga, tá ið gjøldur bleiv gjørdur burtur úr honum. Eisini burtur úr útsjóndini. Ingvar Carlsson gjørdi ikki mætari, enn at hann brúkti henda speirekandi metafor í valstríðunum í 1988. Tað var tað fyrsta valstríðið, tá ið hann sat sum forsætisráðharri, eftir at O. Palme var myrdur. millum annað sóust plakatir av einum skógvi í brillum allastaðni. Og valkvøldið, eftir sigurin, sást ein brosandi forsætisráðharri við blómutyssi í aðrari hondini og einum brilluskógvi í hinari. Í dag verður valla nakar politikari í einum demokratiskum samfelagi tikin fyri fult, verður hann ella hon firtin av satiru og keiputekningum. Slíkt kann ávirka beinleiðis negativt, so tað ræður um at svølgja. Heldur flenna og bíta ta eventuellu øðina og irritatiónina í seg. Í so máta er rákið í Føroyum í dag heldur enn ikki margháttligt. Eitt er, at løgmaður sjálvur tykist tola lítið ímóti sær. Eftir mínum tykki er einki so ússaligt sum politikarar, ið fáa til óvana at tykja synd í sær sjálvum. Tess løgnari er, at so nógvir føroyingar taka undir við hesum hugburði og eru farnir at tykja synd bæði í løgmanni og landsins stýrandi. Hóast dómadagsprofetar neyvan nakrantíð hava havt so góð kor í Føroyum sum nú, og hóast spádómarnir um framtíð Føroya neyvan nakrantíð hava verið daprari enn tað sama, so verður í heilum tosað um hetz og forfylging ímóti landsins kosnu. Eg skilji slett yvirhøvur ikki hesa tankagongd. Eg skilji heldur ikki, at veljarin hoppar upp á teirra krav upp á respekt, eftirsum summi okkara hava valt politikkin sum lívsleið. Sum politikari ert tú ikki ósjónligur, og so slett ikki um tú ert løgmaður ella landsstýrisfólk. Tá skalt tú nettupp tola nógv av og hava tjúkka húð, ella er okkurt spinnandi galið. Tað hevði verið nakað heilt annað, um satiran til dømis hevði verið reint persónlig og skendsk, eitt nú um illgitt var hvussu stórt landsstýrismenn hava undir sær, ella okkurt. Tá hevði tað nettupp verið smakleys og ódámlig hetz, so tað munar. Og sum samfelagskritikkur hevði tað eisini verið fullkomiliga irrelevant. Men at gera gjøldur burtur úr tí vantandi retoriska førleikanum hjá løgmanni, hansara mangan sermerktu politisku úttalilsum ella tí førda politikkinum hjá samgonguni. Tað hevur einki sum helst við hatur at gera. Hatta er nakað fjas at siga. Tvørturímóti so er satira ein alneyðugur ventilur í øllum demokratiskum samfeløgum og ein effektivur máti at fáa valdsharrar og valdsfrúur at halda í oyrunum á sær sjálvum. Sama ger, hvør í løtuni situr við valdið. Nógvar søgur ganga um summar markantar persónar, og ofta verður logið tjúkt upp á teir. Eitt nú sigst, at tann gamli tingmaðurin og skipasmiðjustjórin Kjartan Mohr kundi blíva í øðini, um tey okkurt árið ikki viðgjørdu hann í Studentakabarettini. Tá kundi hann spyrja fyriskipararnar, hvat sørin tey biltu sær inn; um hann ikki var nóg prominentur persónur at gera gjøldur burturúr. Eg veit ikki um søgan er sonn. Men er hon sonn, so taki eg hattin av fyri Kjartan og bukkið. Og tað djúpt. Tí hatta er nettupp rættur hugburður. Og eg havi hug at siga við løgmann og aðrar smásárar politikarar. Speglið tykkum í, tí í so máta hava tit nógv at læra. Endurgjald fyri sálarligan skaða á vikuskiftisferð Námsfrøðingur var fyri sálarligum ágangi á vikuskiftisuppihaldi í frítíðarsmáttu saman við arbeiðsfeløgunum. Hægstirættur hevur staðfest, at endurgjaldsábyrgdarlógin skal skiljast soleiðis, at hon eisini umfatar endurgjaldsábyrgd fyri sálarligan skaða, eisini í starvsviðurskiftum. Dómurin vísir, at arbeiðsgevarar kunnu ábyrgdast fyri sálarligan skaða, sum hendir uttanfyri stovnin og uttan fyri vanliga arbeiðstíð, í hesum føri á einari starvsfólkalegu í vikuskiftinum. Málið er um ein kommunalt settan námsfrøðing í Danmark, sum vegna sjúku hevði verið meira burtur frá arbeiðnum enn vanligt er, serliga vegna tunglyndi. Stovnurin, sum viðkomandi arbeiddi á, skipaði fyri einari vikuskiftislegu við starvsfólki, leiðarum og einum psykoterapeutiskum leiðbeinara. Á leguni vórðu fráverutrupulleikarnir hjá tí nevnda námsfrøðinginum eisini tiknir fram. Hetta fór tó so nógv yvir um mark móti hennara ynski og við fokus á hana, at tað endaði við, at bæði hon og fleiri onnur fóru at gráta, og hýrurin var alt annað enn góður. Í veruleikanum varð hon næstan uppsøgd á leguni, tá leiðari hennara segði, at hann dugdi ikki at síggja hana, sum ein part av stovnsins framtíð. Tá vikuskiftistúrurin var av, varð námsfrøðingurin aftur sjúkrameldaður vegna sálarligan trega. Hon var leingi sjúkrameldað. Í rættarmálinum vóru partarnir til endans samdir um, at hennara frávera var vegna sálarliga sjúku, og at hon var vórðin sjúk av hendingini á vikuskiftisleguni. Hægstirættur helt, at arbeiðsgevarin, altso kommunan, eftir umstøðunum hevði avgreitt vikuskiftisleguna á sinnisligan óforsvarligan hátt, og at leiðslan átti at vita, at hátturin, ið nýttir varð at fyriskipað leguna eftir, setti viðkomandi námsfrøðing í sálarligan skaðavanda, tí leiðslan visti, at námsfrøðingurin frammanundan var í einari sinnisligari spentari støðu. Hægstirættur sigur, at talan í hesum føri er um ein persónsskaði eftir grein eitt í endurgjaldsárbyrgdarlógini, og at tann skaddi eigur rætt til endurgjald eftir grein trý í somu lóg. Tí dømdi rætturin kommununa at gjalda námsfrøðinginum 50.000 krónur í endurgjaldi. Harafturat mátti kommunan gjalda 175.000 krónur í sakarkostnaði. Legg til merkis, at lógin, víst verður til, kom í gildi í Føroyum í 2008. Tí hevði slík hending í Føroyum verið viðgjørd og hevði fingið somu avleiðingar sum í Danmark. Í Fámjin ráða kvinnurnar Á seinasta kommunuvali í Fámjin sigraði kvinnulistin, og Eyðdis Ellendersen gjørdist forkvinna í bygdaráðnum. Starvið er ásett at vera fjórðingstíð, og fer sostatt við einum stórum parti av tíðini eftir vanligu arbeiðstíðina hjá henni á Almannastovuni. Eyðdis vil ikki siga, at álitisstarvið sum forkvinna í bygdarráðnum, hevur ligið so frammarlaga í hugaheimi hennari. Tað var meira av tilvild at hon gjørdist bygdarráðsforkvinna, heldur hon, tí ikki visti hon, at hon varð uppstillað fyrr enn dagin fyri, at listin varð latin valstýrinum, og valstríð er ikki vanligt í Fámjin. Tveir listar komu inn harav annar var ein kvinnulisti, sum fekk trý av teimum fimm umboðunum í bygdarráðnum tá avtornaði. Eyðdis leggur tó afturat, at allir fimm bygdarráðslimirnir arbeiða væl saman, og talan er ikki um meiriluta og minniluta í bygdarráðsarbeiðinum. Tá tú sum óroynd kemur inn í tílíkt arbeiði er sjálvandi mangt at kunna seg um, men við góðari hjálp, eitt nú frá skrivaranum, ber so nógv til. Starvið hevur eisini nakað av ferðing við sær, og tá kemur eisini flextíðin í mínum arbeiði á Almannastovuni væl við, sigur Eyðdis, sum greiðir frá teimum høvuðsmálum, tey settu sær fyri at arbeiða við. Vatngóðskan á drekkivatninum í bygdini hevur ikki verið nøktandi. Hesum hevur verið arbeitt við í mong ár, og nú er nýggjur vatnbrunnur gjørdur til munandi bata fyri øll. Avlopsgrótið frá tí arbeiðinum fór til at breiðka ein av bygdarvegunum, so her fingu vit loyst tveir trupulleikar um eina leið. Annars gera vit tað vit kunnu fyri trivnaðin i bygdini. Eitt rættiliga stórt fríøki er mitt í bygdini, har bygdarfólkini hava gróðursett umleið 700 trø. Vit hava ein árligan ruddingardag, og í tí sambandi kemur bygdarfólkið saman til morgunmatar áðrenn vit fara í gongd. Og tá liðugt er at rudda, hugna vit okkum við einum góðum bita. Tá lýst verður til útiviku hevur kommunan eisini roynt at gjørt sítt til, at fólkið í bygdini kemur saman til ymisk uttanduratiltøk. Hetta er eitt nú gongutúrar og spæl á fótbóltsvøllinum. Frálíkt samkomuhús er í bygdini, sparkivøllur og alment vesi, sum ikki minst kemur teimum alsamt fleiri ferðafólkunum, sum koma til bygdina, væl við. Eisini verður caféin væl vitjað. Harafturat hevur bygdarráðið ætlanir um at skipa fyri nøkrum tiltøkum í bygdarhúsinum, sigur Eyðdis. Í bygdini við fyrsta føroyska Merkinum skipa tey, sum vera man, eisini fyri árliga flaggdagshaldinum. At fáminingar fara væl um sítt umhvørvi er heiðurin, bygdin hevur fingið, fyri at vera best røkta bygdin í 2006 og aftur í 2010, gott dømi um. So lagalig sum gjørligt Spurd um serligir trupulleikar ikki kunnu stinga seg upp í so fámentari kommunu, har ættarbondini eru tøtt og øll kenna hvønn annan, og bygdarráðslimir tí møguliga kunnu kenna seg at vera inhabilar, sigur Eyðdis, at trupulleikar av hesum koma kortini sjáldan fyri. Vit royna sjálvandi at vera so lagalig sum gjørligt, og vilja ganga øllum ynskjum frá bygdarfólkinum á møti, um tað á nakran hátt ber til. Fólk eru ikki so krevvjandi her, sigur bygdarráðsforkvinnan men ásannar tó, at ikki ber altíð til at geva játtandi svar. Ógreiður boðskapur Í Suðuroynni eru sjey kommunur, og nú er aftur talan um kommunusamanlegging. Hvør er støðan í Fámjin til kommunusamanlegging? Sjálv havi eg hildið, at best var um oyggin var ein og sama kommuna, og tað roknið eg eisini við at meiriluti hevur verið fyri her í bygdini, men um vit spurdu fólk í dag ivist eg í um meiriluti hevði verið fyri einari kommunu. Hetta av teirri orsøk, at landsstýrið vil hava fólk at svara annaðhvørt ja ella nei, uttan at fólk veruliga vita hvat tey svara uppá. Ein ógreiður spurningur frá landinum fær fólk at ivast, sigur Eyðdis Ellendersen, sum tó heldur, at ger landið álvara av at leggja stórmál út til kommunurnar at umsita, er rættiliga ivasamt um Fámjins kommuna kann megna uppgávuna. Vit takka tykkum fyri góða og áhugaverda aðalfund okkara. Engageraðir limir eru drívmegin handan menning felagsins, og nevnd og umsiting fáa íblástur og orku av tí við og mótspæli, ið livandi og opið kjak gevur. Her heima eru enn fleiri dømi um, at demokratiskar spælireglur verða skúgvaðar til viks. Hugburðurin, at best er ikki at kanna og ikki at spyrja, tí vandin at ætlanin fer í vaskið, tykist hava meiri at siga, enn um skilagóðar grundgevingar koma undan kavi, ið seta spurnartekin við hesar. Herfyri komu boðini, at pensjónsaldurin skuldi hækka frá degi til dags. Hetta er fullkomiliga fyrilitsleyst og óvirðiligt og vit hvørki kunnu ella skulu góðtaka, at fólk verða soleiðis viðfarin. Hesa ósømiligu framferð, hava vit longu sæð onnur ræðandi dømi um. Tankarnir leita millum annað aftur til skamfaringina av okkara eftirlønum fyri jól. Hetta tænir ongum samfelag og elvir til ørkymlan, ótryggleika, mistreysti og steðgar framburði, ja fremur heldur stagnatión. Álit og ábyrgd skulu ganga hond í hond. Okkara fólkavaldu eru vald at tæna fólkinum. Tað merkir so sanniliga at stýrast skal skynsamt og samvitskufult, til borgarans gagn. Demokratiskar spælireglur skulu ikki skúgvast til viks at vísa vald og byggja minnisvarðar. Varðar laðaðir saman við fólkinum verða standandi. Stórur partur av føroysku fakfelagsrørsluni er í hesi løtu í áhugaverdari tilgongd at kanna eftir og meta um, hvørt vit skulu keypa LÍV. Hugsjónin aftan hetta átak er at fáa eina skipan, ið hevur til endamáls at tryggja ein so lágan umsitingarkostnað sum til ber og at avkastið til uppspararan er so stórt sum til ber. At so mong fakfeløg eru saman um hesa ætlan, er kveikjandi og kann eisini fremja enn betri samstarv á øðrum økjum við. Jens Stoltenberg vitjaði okkara oyggjar á teirra tjóðardegi. At hoyra hann gera greitt, at vit skulu arbeiða okkum úr kreppuni, ikki spara, eigur at vekja ans. Hetta stuðlar samstundis tí boðskapi, vit sjálvi hava ført fram. Vit heita á okkara stjórn, at boðskapur hansara verður hoyrdur, veruliga hoyrdur, og tikin til eftirtektar. Við ynskjum um eitt lýtt og lívgandi summar, fari eg at enda við nøkrum av góðu orðum hansara. Tað liggur ein stór ábyrgd á teimum fýra monnunum á Medico deildini á Landssjúkrahúsinum, sum skulu tryggja, at øll tól, sum á ein ellan hátt hava við sjúklingaviðgerð at gera, altíð rigga sum tey skulu. Og talan er, sum vera man, um sera framkomin tól. Tað verið seg stóru skannararnar og annar útbúnaður á røntgendeildini, sum man vera deildin við mestu og dýrastu teknisku útgerðini, eins og ein ørgrynna av tólum á øllum øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum. Felags fyri allar deildir er ynski um at hava nýggjasta og mest framkomna tekniska útbúnaðin, sum á nakran hátt gjørligt, og tað setir teimum fýra monnunum á Medico deildini stór krøv. Svend Åge greiðir frá, at vanligt er, at læknarnir á teimum ymisku deildunum koma við ynskjum um nýggj tól, og tá er uppgávan hjá teimum á Medico deildini at kanna eftir, hvørji tól eru at fáa, sum best kunnu nøkta ynski og tørv. Til tess krevst, at teir altíð sita við dagførdari vitan, tí tólmenningin á økinum gongur ómetaliga skjótt. Kravda útbúgvingin hjá starvsfólki á medico deildini er, at tey eru elektro teknikarar og harafturat er Svend Åge kliniskur medicoteknikari. Ein framhaldandi útbúgving sum áður ikki hevur verið beinleiðis kravd, men er tað nú. Umframt hesa útbúgving eru teir á Medico deildini uttanlands á skeiði tvær til tríggjar ferðir um árið. Svend Åge sigur, at hesi skeið eru alneyðug, og tað leggur leiðslan á sjúkrahúsinum eisini stóran dent á. Annars gevur tað heldur onga meining at hava framkomin tól og fólk í tílíkum starvi. Svend Åge ásannar, at heldur ikki teirra deild sleppur heilt undan, tá talan er um at halda aftur peningaliga, og tí er altíð ein rímiliga langur ynskilisti til tól av ymiskum slag. Men hann heldur kortini, at enn hava tey klára at halda tørn, sum hann tekur til og vísir á, at á fíggjarlógini er ein serlig játtan at endurnýggja tól til føroysku sjúkrahúsini. Tað ger eisini sítt til at Landssjúkrahúsið er rættiliga væl fyri í so máta. Talan er um kostnaðarmiklar íløgur. Tað slepst ikki undan, og viðhvørt kann tykjast, at hesar eru í so ógvusligar. Men tað hevur eisini sína orsøk, sigur Svend Åge sum greiðir frá, at á størri útlendskum sjúkrahúsum hava tey fleiri tól til áleið somu uppgávu. Okkurt av hesum tólum kann meira enn annað, men hjá okkum hava vit í fleiri førum bert eittans tólið, og tí skal hetta nøkta mest møguligt og er tí eisini rættiliga kostnaðarmikið. Men samanumtikið, ein sparing í sær sjálvum. Tað setur, sum vera man, eisini størri krøv til teir á Medico deildini, tí talan er um tól sum bara skulu rigga tá brúk er fyri teimum. Er talan um lívsneyðug tól, er backup skipan tøk. Annars er sambandið við útheimin so mikið gott, at skjótt er at fáa fatur á eykalutum uttanlands. Á sjúkrahúsunum á Tvøroyri og í Klaksvík hava tey eisini eina tekniska deild, sum eisini tekur sær av nøkrum medicotekniskum uppgávum, og um neyðugt, so er eisini boð eftir teimum á medicodeildini í Havn, sum eisini hava tól eitt nú í sjúkrabilunum undir hond. Eins og hinir á Medico deildini letur Svend Åge væl at arbeiðinum. Tað er avbjóðandi, spennandi og ábyrgdarfult við so mikið fjølbroyttum uppgávum, at neyvan eru tveir dagar eins. Svend Åge hevur verið 15 ár í starvi, onkur annar uppaftur longur, so tað bendir eisini á at her trívast starvsfólk. Ætlanin var at skipa fyri álitisfólkaskeiði umborð á Norrønu í fjør. Hetta er skeið fyri verandi álitisfólk, tí tørvur hevur verið á at fáa fleiri skeið til tey, ið hava lokið grundútbúgvingina. Skeiðið bleiv avlýst í síðstu løtu, tí setanarviðurskiftini umborð á Norrønu vóru ikki nøktandi. Í ár eru setanarviðurskiftini umborð á Norrønu í lagi, og tí verður skeiðið hildið umborð á Norrønu. Pláss er fyri 50 luttakarum. Tey, ið høvdu tryggjað sær pláss við í fjør, fingu fyrsta rætt at tekna seg. Síðan bleiv restin av plássunum tøk fyri øll hini álitisfólkini. Tað er gleðiligt at stórur áhugi er fyri skeiðinum, og tað gekk skjótt, so var fultteknað. Skeiðið byrjar við kai í Havn 4. juni, har Sigmund Poulsen fer at hava fyrilestur um fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit. Norrøna fer av Havnini kl 14.00 við kós móti Íslandi. Á skeiðinum fer Rigmor Dam at hava fyrilestur um happing. Anna Johannesen fer at tosa um leiklutin hjá álitisfólkum og Bergtóra H. Joensen fer at tosa um trivnað og samskifti. Ætlanin er eisini at vitja fakfelag í Reyðafirði. Lagt verður at aftur í Tórshavn 7. juni kl 15.00. Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvisosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Herfyri søkti felagið eftir ráðgeva til tíðaravmarkað starv, frá fyrsta juni til ársenda 2012. Nevndin hevur avgjørt at seta Beintu Löwe Jacobsen, journalist og samfelagsfrøðing, í starvið sum ráðgevi. Vit bjóða Beintu til lukku við starvinum og vælkomnari. Vanligt hevur verið at Starvsmannafelagið skipar fyri grundskeiði fyri nývald álitisfólk, og soleiðis var eisini í vár. Umleið 20 álitisfólk luttóku á hvørjum av teimum báðum grundskeiðunum, sum felagið í mars mánað skipaði fyri norðuri við Gjógv. Av teimumj umleið 120 álitisfólkunum, sum felagið hevur krig landið, er umleið triðingurin nývald. Í heyst verður skipað fyri grundskeiði 2 fyri hesi somu álitisfólk. Vitja stovnar í Havn Nevndarlimir og umsiting í Starvsmannafelagnum hava verið úti og vitja stovnar í eina tíð, og nú eru tey komin runt økini einaferð. Av tí at nógvir stovnar eru í Havn, avgjørdu tey at skipa fyri tveimum vitjanardøgum. Tann fyrra vitjanin var 7. desember í fjør, og tann seinna var 21. mars í ár. Hesaferð vitjaðu tey á hesum stovnum. Føroya Tele, SEV, Havstovuni, Landssjúkrahúsinum, Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðnum, Akstovuni og Heilsufrøðiliga Starvsstovuni. Umboð felagsins vóru sera væl móttikin á øllum støðum, og tað takka tey fyri. Felagsumboðini halda, at vitjaninar runt landið hava verið gevandi, bæði fyri nevnd, umsiting og limir felagsins. Ætlanin at halda áfram at vitja stovnar og limir um ikki so langa tíð. Samráðingarnar skulu ikki draga út hesaferð, lovaði forkvinnan Selma Ellingsgaard, forkvinna, greiddi frá farna ári, sum hevur verið nógv merkt av samráðingunum hjá fakfelagssamtakinum og royndunum hjá samgonguni at tvinna samráðingar og skattapolitikk saman. Hon greiddi frá semingini, og hví Starvsmannafelagið valdi at leingja verandi sáttmála til 1. oktober uttan lønarhækking. Treytin hjá mótpartinum fyri lønarhækking var sundurskiljing, t.v.s. at tær hægstu lønirnar fingu minni lønarhækking enn tær lægru. Starvsmannafelagið vildi halda fast um prinsippið um ikki at blanda skattapolitikk og lønarsamráðingar saman og valdi tí at leingja verandi sáttmála, hóast hetta innibar, at ongin lønarhækking bleiv, segði Selma, sum eisini nevndi nýggja háttin at skatta pensjónir við inngjald heldur enn útgjald. Hetta tekur grundarlagið undan pensjónsnýskipanini, tí løntakarin kemur at rinda eina ferð aftrat, segði hon. Blámusoppur í felagshúsunum Á aðalfundinum upplýsti Selma Ellingsgaard, at blámusoppur er staðfestur í felagshúsunum í J.H.Schrøtersgøtu, og at starvsfólk hava havt ampa av hesum. Húsini mugu umvælast, og tí biður nevndin um heimild at lána pengar úr verkfalsgrunninum til umvælingarnar. Fundurin samtykti í tí sambandi at broyta reglugerðina fyri Tiltaksgrunn felagsins soleiðis, at grunnurin fær heimild til at veita felagnum rentufrí lán til viðlíkahald og umbygging og útbygging av føstu ognum felagsins. Í sambandi við uppskotið førdi nevndin fram, at felagið eigur fastar ognir, sum javnan hava tørv á ábótum og viðhvørt eisini umbygging ella útbyggingum. Í løtuni hevur felagið ítøkiligar ætlanir um alneyðuga umvæling og útbygging av felagshúsunum í J. H. Schrøtersgøtu. Nevndin heldur tað vera skilabetri at læna pengar frá sínum egna tiltaksgrunni, og harvið sleppa undan rentuútreiðslur til peningastovn. Eingin vandi er á ferð, um felagið knappliga fær brúk fyri hesum pengum, tí tá hevði borið til at taka upp lán frá peningastovni við trygd í føstu ognum felagsins, gjørdi nevndin aðalfundinum greitt. Skattalætti til vælbjargað Flatskatturin, sum samgongan hevur sett í verk, hevur bara givið teimum vælbjargaðu ein størri bita av kakuni. At skattingin av pensjónum skal brúkast til at gjalda skattalættan, er skeivt. Ístaðin átti skattalættin at verið fíggjaður av sølu av fiskirættindum, tí hesi eiga ikki at verða latin fyri einki, segði forkvinnan og takkaði fyri stuðulin frá limunum til samhugaverkfallið við Pedagogfelagnum og segði, at Starvsmannafelagið rindar lønina fyri hendan dagin. Ósemja er við Lønardeildina um satsin. Um semja ikki verður um tað, verður farið í rættin við málinum. Ikki draga út Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum verður uppsagdur frá 1. apríl. Samráðingarnar skulu ikki draga út hesaferð, lovaði forkvinnan. Koma vit út í september, og ongin sáttmáli er undirskrivaður, skulu semingsfólk uppí. Tann 1. oktober verður antin sáttmáli ella verkfall, segði Selma Ellingsgaard. Hon harmaðist um, at inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina er hækkað úr 1% upp í 1,25% frá 1. mars. Men hetta er gjørt, tí fæið í arbeiðsloysisgrunninum verður uppi eftir tveimum árum, um onki verður gjørt. Hon fegnaðist annars um, at ALS hevur sett kveikjarar í starv, sum skulu leggja dent á at menna førleikarnar hjá fólki. Starvsvenjingin hjá ALS er eisini væl eydnað, tí fleiri hava fingið starv eftir starvsvenjingina. Yrkislærd at samráðast Høgni Djurhuus setti fram soljóðandi uppskot. Nevndin fær yrkislærd fólk at gera sáttmálar um lønar og arbeiðsviðurskifti. Nevndin tekur avgerð um uppsøgn av galdandi sáttmálum og kann eisini seta í verk og enda yrkisósemjur. Í sínum viðmerkingum til uppskotið segði Høgni millum annað at nevndin hevur enn einaferð víst, at hon megnar ikki at fáa nakað líkinda úrslit burtur úr samráðingum við Fíggjarmálaráðið. Hann ásannaði, at yrkislærd fólk, sum vanliga verða biðin um at vera semingsfólk, kosta nógv, men kortini ikki meira enn ein semingsroynd. Hesum uppskoti tók aðalfundurin ikki undir við og feldi tí uppskotið. Stuðul til fakbólkar Í uppskoti til broyting í viðtøkum fyri Starvsmannafelagið ynskti nevndin at fáa heimild til at veita stuðul til áhugafeløg og fakbólkar innan felagsins karmar, treytað av at hesi eru skipað undir føstum reglum og treytum, sum nevndin góðkennir. Í viðmerkingunum vísti nevndin á, at Starvsmannafelagið umboðar mong fak, og at tað hevur leingi verið tosað um at veita teimum ymsu fakbólkunum møguleikar í skipaðum høpi og við peningaligum stuðli frá felagnum at virka fyri fakligari menning og áhugamálum og fyri at styrkja samstarv, samanhald og fakfelagsond. Nendin gjørdi vart við, at ein skipan hesum viðvíkjandi er í gerð, og ætlanin við viðtøkubroytingini er at skapa greiða heimild til í vissan mun at veita slíkum fakbólkum peningaligan stuðul til sítt arbeiði. Illa ber til at arbeiða heilt uttan pening, og tankin er, at umframt ein avmarkaðan stuðul frá felagnum, skulu bólkarnir eisini sjálvir hava heimild til at áseta limagjald fyri bólkalimirnar, segði nevndin í viðmerkingunum til uppskotið, sum aðalfundurin tók undir við. Høgni Djurhuus skeyt upp, at Sarvsmannafelagið fer burtur úr Fakfelagssamstarvinum so skjótt sum til ber, tí samráðingarúrslitini hava ongantíð verið so vánalig, síðani Fakfelagssamstarvið byrjaði. Starvsmannafelagið eigur at arbeiða fyri limirnar og ikki brúka tíð og orku upp á onnur fakfeløg, segði hann. Aðalfundurin tók ikki undir við hesum sjónarmiðum og feldi tí uppskotið. Høgni Djurhuus skeyt eisini upp, at limagjaldið verður lækkað niður í 1% av grundlønini. Hann helt, at tá felagið heldur, at limir tess kunnu vera eina lønarhækking fyriuttan, má nevndin eisini kunna klára seg við minni enn hon ger í dag. Aðalfundurin var ikki samdur og feldi uppskotið. Bogi Simonsen mælti til, at aðalfundurin setir hol á kjakið um at broyta bygnaðin hjá Starvsmannafelagnum, soleiðis at hann kemur at líkjast tí hjá eitt nú Vinnuhúsinum. Uppskotsstillarin heldur, at tørvur er á einum persóni, ið hevur eina hægri útbúgving, eitt nú løgfrøðing ella búskaparfrøðing, sum í tí dagliga kemur at mynda felagið. Bogi helt, at tíðin er farin frá tí at formaðurin skal vera umsitingarleiðari, og tí er betri at seta ein stjóra við hægri útbúgving, sum dagliga skal mynda felagið. Tað fer at hækka støði í dagliga arbeiðinum, og fer samstundis at minka um tørvin at fáa ráðgeving uttanífrá, segði Bogi. Hann helt, at ein vansi við at hava valdan formann vera, at hann ella hon sum vald verða, kann hava lyndi til at arbeiða við tí fyri eygað, at viðkomandi skal vigast 4. hvørt ár, og kann tí hava afturval í huganum heldur enn at arbeiða við tí sum uppá sikt gagnar felagnum best. Bogi segði seg vóna at hann, við hesum, kundi fáa sett hol á eitt kjak, sum eftir hansara fatan átti at verið tikið upp fyri rúmari tíð síðani. Atkvøtt varð um, hvørt Starvsmannafelagið eigur at seta hol á hetta kjakið. Og tað varð samtykt. Limir atkvøða Øll úrslit av sáttmálasamráðingum verða latin til almannaatkvøðugreiðslu millum limir SFs til avgerðar. Atkvøðumeiriluti er avgerandi. Álitisfólkini skipa fyri atkvøðugreiðsluni, sum er bindandi fyri nevndina. Uppskotið átti Høgni Djurhuus, sum helt tað vera rættari at limirnir avgera, um eitt nú felagið velur lønarsteðg fram um lønarhækking, men aðalfundurin feldi uppskotið. Skattafrítt limagjald Hilmar Augustinussen skeyt upp, at aðalfundurin kjakast um og møgliga fær við í næsta samráðingarupplegg, at royna at samráða okkum til, at limagjaldið gerst skattafrítt ella at verkfallsgrunnurin verður persónligur, soleiðis at endurgjald verður skattafrítt, og at krevja at allar almennar skrivstovur yvir eitt ávíst tal av starvsfólki taka ein lærling, so at tey ungu fáa okkurt at fara til. Viðvíkjandi atkvøðugreiðslu ráðførdi orðstýrarin seg við løgfrøðingin. Hann metti, at kundi aðalfundurin ikki samtykkja, tí hetta fevnir um ein annan part. Punkt tvey kundi aðalfundurin atkvøða um sum eitt slag av uppskoti til samtyktar. Uppskotið um punkt tvey varð felt. Forkvinnan afturvald Til formansvalið var bara eitt uppskot, nevniliga sitandi forkvinna, Selma Ellingsgaard. Hon varð afturvald við 113 ja atkvøðum, 55 nei atkvøðum og 15 blonkum atkvøðum. Birgit Rouch varð afturvald til internan grannskoðara uttan atkvøðugreiðslu. Og Poula Simonsen varð afturvald sum tiltakslimur uttan atkvøðugreiðslu. Anna Johannesen, felagsskrivari í Starvsmannafelagnum, legði fram ársroknskapin hjá felagnum, og aðalfundurin góðkendi roknskapin. Nógv høvdu viðmerkingar til samráðingarúrslitið hjá Starvsmannafelagnum hesaferð. Fleiri vóru ónøgd um, at Starvsmannafelagið ikki hevði tikið ímóti lønarhækkingini, sum hini fakfeløgini valdu at taka av. Eftir aðalfundin bjóðaði Starvsmannafelagið buffet og okkurt leskandi í felagshølunum í J.H.Schrøtersgøtu. Osvald ársins álitisfólk Í sambandi við aðalfund felagsins hevur hesi mongu seinastu árini verið vanligt at nevndin boðar frá, hvønn hon hevur valt sum ársins álitisfólk. Í ár fekk Osvald Joensen, sum starvast hjá Føroya Tele, heiðurin. Selma Ellingsgaard, forkvinna felagsins, handaði honum blómutyssi, samstundis sum hon greiddi frá grundgevingunum hví nevndin júst lat Osvaldi heiðurin hesaferð. Osvald hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og óræddur røkt starvið og altíð væl fyrireikaður talað søk starvsfólkanna. Hann hevur gjøgnum yrki sítt stuðlað og stimbrað starvsfeløgum sínum, samstundis sum hann hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini, sum skrivað stendur í heiðursskjalinum. Flatskattur og pensiónsskattingin Eitt beinleiðis álop á vælferðarsamfelagið, har talan er um at taka grudarlagið undan tríparta samstarvinum millum myndugleikar, arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini, segði Knut Roger Andersen ráðgevi hjá DELTA, sum er norska fakfelagssamtakið hjá fólki í kommunalum starvi, í gestarøðu síni á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum Knut Roger Andersen fór langt aftur í søguna, tá hann greiddi frá sínari hugsan um norðurlendsku vælferðarskipanina og hvønn leiklut fakfeløgini átaka sær í krepputíðum. Heilt aftur til tá Ólavur hin Heilagi hevði í hyggju at leggja Føroyar undir sítt vald, men hesum forðaði millum annað Tróndur í Gøtu honum í. Fyrsta niðurstøðan hjá Knut Roger var tí, at longu tá fingu norðmenn mótstøðu frá føroyingum, men hann legði kortini dent á, at føroyingar tóktust honum sum bróðurfólk í søguligum høpi í friðarligum samstarvi á mongum økjum. Norðurlendska vælferðarskipanin Norðurlond høvdu øll somu grundsjónarmið í sambandi við samfelagsmenningina, sum serliga fór fram frá 1900 til seinni heimsbardagi brast á. Fjølmenta arbeiðarafylkingin førdi norðurlendsku samfeløgini frá at vera fátækrasamfeløg til vælferðarsamfeløg, skipað viðurskiftu fingust til vega á mongum økjum og øll fingu atkvøðurætt. Heimsfevnandi kreppan í tríatiárunum hevði sína álvarsligu ávirkan, eisini á øll norðurlond. Eina ávirkan sum millum annað førdi til nasismuna og fasismuna og at Evropa stóð í einum roki, segði Knut. Roger, sum við hesum vildi vísa á, at Føroyar eru ein partur av søguna um norðurlendsku vælferðarskipanina. Var eitt ávíst grundarlag lagt undir norðurlendska vælferðarsamfelagið undan seinna heimsbardaga, so kom verulig gongd á eftir kríggið, tá norðurlendska arbeiðara- og fakfelagsrørslan stóð á odda fyri at byggja upp eitt væl- ferðarsamfelag fyri øll. Grundleggjandi fyri vælferðarsamfelagið er ein sterk tiltrúgv til virðini í felagsskapinum, trípartasamstarvið millum myndugleikar, arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar í sambandi við sentrala spurningin um lønaráseting. Harafturat eitt gott samspæl millum ymiskar vinnuvegir og veitarar til at menna vælferðarsamfelagið, segði Knut Roger. Stórar avleiðingar av fíggjarkreppu Knut Roger segði seg ikki vera í iva um, at heimurin stendur í dag upp móti teirri størstu fíggjarkreppu í nýggjari tíð. Kreppan byrjaði í USA sum ein bankakreppa, og breiddi seg víða sum ein fíggjarkreppa, sum millum annað rakti Ísland ógvuliga meint. Onnur lond, millum annað Grikkaland, eru um at fara av knóra- num. Avleiðingarnar eru ovurstórar. Í dag eru 23,5 milliónir ES-borgarar arbeiðsleysir og stórur munur er á arbeiðsloysinum í teimum ymisku ES-londunum. Í Eysturríki er arbeiðsloysið 4 prosent meðan tað í Spania er 22,3 prosent. Ungdómsrbeiðsloysið røkkur himnahøgar hæddir og er 48,9 prosent í Spaniu. Somuleiðis er ungdómsarbeiðsloysið í Noregi og Svøriki ógvuliga høgt, segði Knut Roger og helt, at hesi tøl eru ógvuliga ræðandi, tí arbeiðsloysið er rótin til alt ilt. Tað hevur sosialan ótryggleika við sær, umframt fátækradømi við mongum sorgarleikum, millum annað við at fólk mugu fara frá húsi og heimi. Knut Roger helt tað hava týdning at leggja sær hetta í geyma. Tí hóast hvørki Noregi ella Føroyar eru limir í ES, so kunnu vit ikki lata eyguna aftur fyri tí sum har hendir, tí hesi viðurskiftini ávirkað okkum so ella so. Hóttir vælferðarsamfelagið Í flestu norðanlondum hevur verið semja um ein skattapolitikk, sum fíggjar vælferðina, men í hesum krepputíðum eru nýggir tónar at hoyra. Slakað verður í grundleggjandi rættindum, almennar tænastur verða bjóðaðar út til privatar at kappast um og vælferðartænastur skulu privatiserast. Alt hetta hóttir vælferðarsamfelagið og setur fakfelagsrørsluni stór krøv og stórar avbjóðingar, segði Knut Roger, sum eisini nam við nýggja rákið í føroyskum politikki. Flatskattin og skatting av pensiónum við inngjald. Eg kann gera vart við, at tað er eingin politikari sum skal áseta lønarstøði við politiskum ásetingum. Lønarspurningar skulu avgerast av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Flatskattur og skatting av pensiónum við inngjaldi er eitt beinleiðis álop á vælferðarsamfelagið og hesi tiltøk undirgrava trípartasamstarvið millum almenna myndugleikan, arbeiðsgavarar og arbeiðstakarar, segði Knut Roger og legði aftrat, at norðurlendska fakfelagsrørslan stuðlar Starvsmannafelagnum í teirra sjónarmiðum. Útgangsstøðið hvussu norðurlond vildu byggja upp sína vælferðarsamfeløg var nærum tað sama hjá øllum. Hóast ávísur munur er á viðurskiftunum í dag, hevur fakfelagsrørslan almikið at standa saman um, segði Knut Roger Andersen í gestarøðu sína á aðalfundi Starvsmannafelagsins. Frá miðalrentu til marknaðarrentu Tryggingarfelagið LÍV hevur í umbúna at leggja um frá at veita fasta rentu til at halda seg marknaðarrentu, eins og flestu útlendsku feløgini longu hava gjørt. LÍV hevur einki val, segði Poul Kristoffur Thomassen, stjóri í Føroya Lívstrygging, á aðalfundi Starvsmannafelagsins, tá hann greiddi frá LÍV og um hvørjar ætlanir felagið hevur í so máta. Skal LÍV framhaldandi arbeiða við fastari rentu, má felagið halda seg til strongu ES-reglurnar, sum krevja stórar avsetingar til trygd, og harvið verður millum annað minni at arbeiða við í sambandi við íløgur. Verður hildið fram við fastari rentutrygd og krøvum um stórar kapitalavsetingar er vandi fyri at LÍV kann missa stórar upphæddir komandi tíðirnar. Veitingartrygdin er eitt haft á samansparingini, og hevur millum annað við sær, at pensiónin lækkar í virði. Verður farið til marknaðarrentu, ivaðist Poul Kristoffur Thomassen ikki í, at vinningurin verður munandi størri upp á longri sikt. Samansparingin verður beinanvegin størri við teimum fleiri íløgumøguleikunum, sum tá verða. Poul Kristoffur Thomanssen gjørdi tó vart við, at, ávisir vansar kunu vera við marknaðarrentu, tí rentan og fastognarprísir kunnu fella, og partabrævavirði kunu sveiggja, men han helt tó, at hóast hetta, so er rætta løtan nú at fara frá fastari rentu til marknaraðarrentu, tí rentan er í løtuni søguliga lág, og í longdini fara fyrimunirnir at vinna á vansunum. Íleggingarpolitikkurin verður skipaður soleiðis, at er talan um pensiónuppsparingina hjá yngri fólki, sum hava drúgva tíð eftir í skipanini, verða meira váðafúsar íløgur gjørdar. Hetta tí at hesi tola sveiggini í rentustøðinum, og koma íløgurnar til endans at geva eitt størri samlað avkast enn fasta rentutrygdin gevur nú. Hetta hóast tað kann koma fyri okkurt árið at rentuavkastið í samband við marknaðarrentuna er negativt. Er hinvegin talan um pensiónsuppsparing hjá meira tilkomnum fóki, sum ikki hava so drúgva tíð eftir í skipanini, og tí ikki tola ov mong sveiggj við váðafúsum íløgum, verður teirra uppsparda pensión sett í meira tryggar íløgur, eitt nú lánsbrøv. Allar royndir vísa annars at skipanin við marknaðarrentu í longdini geva einstaka pensjónsuppspararanum størri avkast, og harvið størri pensjón, enn garantirentan, segði Poul Kristoffur. Takið av øllum tilboðum frá ALS. Annaðhvørt talan er um skeið, hugnaløtur ella hvat tað er, tí tá kemur tú, um ikki annað, í samband við fólk í somu støðu, og tú fær eitt netverk, sigur Rannvá í Króki, sum eftir mong arbeiðsár, knappliga stóð arbeiðsleys Eftir lokið studentsprógv og síðani hálvtannað ár í London at læra enskt sum bretar tosa tað, og annars at uppliva ein av heimsins mest spennandi býum, kom hon heimaftur, og fekk skjótt eitt starv hjá Landsverkfrøðinginum, sum stovnurin tá æt. Har var Rannvá í eitt ár tá hon sá, at Sjóvinnubankin søkti eftir lærlingi, og tað vildi hon royna. Lærlingapláss fekk hon, men eftir tveimum árum var hon greið yvir, at bankaheimurin var ikki júst hennara. Um hetta mundi søkti Landsverkfrøðingurin eftir fólki til Ferðsludeildina, har Rannvá frammanundan hevði arbeitt, og hon søkti og fekk starvið. Og hetta hevur verið arbeiðsplássið hjá Rannvá líka til september mánað fyrraárið, tá skerjingar aftur rakti starvsfólkahópin hjá Landsverki. Eg stóð nú í einari heilt nýggjari støðu. Í eini støðu sum eg ikki áður hevði roynt. Arbeiðsleys. Og nú vóru tíðirnar heldur ikki sum eitt nú í 80-unum, tá lætt var at finna sær eitt arbeiði. Tað var alt annað enn stuttligt. Eg søkti tað sum var at søkja, men tað sama gjørdu eisini so mong onnur. Einar 40 umsóknir til eitt vanligt skrivstovustarv var einki óvanligt, sigur Rannvá, sum greiðir frá sínum fyrstu døgum sum arbeiðsleys. Tað fyrsta var einki minni enn ein skelkur. Sera kedd og ikki sørt ill. Hví júst eg. Upplivdi stórt tómrúm. Soleiðis hava ivaleyst mong við mær í tílíkari støðu hugsað, men eg fór ongantíð heilt niður við nakkanum, sum eg havi hoyrt um onnur. Royndi at finna mær eina nýggja rútmu, og fór eins tíðligt upp sum eg var von við. Fyrstu vikurnar ringdu fyrrverandi starvsfelagar og onnur vinfólk dúgliga, og Starvsmannafelagið royndi somuleiðis at stuðla. Alt hjálpti. Eg hevði tá eisini verið so mikið leingi í starvi, at eg hevði rættiliga drúgva uppsagnartíð, men hendan tíð fekk eisini ein enda, og so var spurningurin hvat var at gera, tí hetta at ganga arbeiðsleys hevði eg sera lítlan hug til. Eg setti meg sjálvandi í samband við ALS og skrásetti meg har fyri at vísa, at eg var tøk á arbeiðsmarknaðinum. Kunnaði meg eisini um hvat ALS hevði at bjóða av skeiðum og øðrum, og luttók millum annað á einum skeiði um sjálvsmenning. Frálíkt skeið sum miðaði eftir at geva fólki ein jaligan hugburð. Hyggja frameftir heldur enn at bøla yvir tað sum farið er, og sum tú kortini ikki kann gera nakað við. Men eg vildi framvegis sleppa aftur til arbeiðis. Gerst tíðin í arbeiðsloysi ov drúgv, missir tú á ein hátt sambandið við samfelagið uttan um teg. Tú gerst meira líkasælur, fylgir ikki eins væl við tí sum hendir í gerandisdegnum. Sum um tú livir í tínari egnu boblu. Og kanska tað ringasta var at uppliva, at tey, sum tú vanliga kom saman við, framvegis høvdu sítt arbeiði. Ikki tí at eg øvundaði teimum, men eg ynskti bert sjálv at sleppa upp í part aftur. ALS hevur eina skipan við nøkur arbeiðspláss, har arbeiðsleys fáa møguleika at koma í starvsvenjing í nakrar mánaðir, og sjálvandi royndi eg at fylgja við hvørji tilboð vóru. Bara at sita og bíða til onkur kemur við onkrum dugir ikki. Landssjúkrahúsið søkti eftir fólki til Uttanlandstænastuna og HR- og Menningardeildina, og eftir eina starvssamrøðu fekk eg møguleikan at vera har í fimm mánaðir, sigur Rannvá, sum er sera fegin um tilboðið hóast tað er tíðaravmarkað. Her er hon til síðst í juni, men hvat so? Ja tað er ein góður spurningur, sigur Rannvá, sum hevur góð ráð at geva fólki sum gerast arbeiðsleys. Takið av teimum tilboðum, sum ALS bjóðar av skeiðum og øðrum tiltøkum. Brúka leitiamboðini hjá ALS, og vend tær til teir arbeiðsgevarar, sum hava okkurt at bjóða og bíða ikki eftir at onkur kemur at bjóða tær nakað. Hóast tað er ringt at gerast arbeiðsleysur, fell so kortini ikki í fátt. Flestu føroyingar hava ta turkatrúgv, at tað gongur nokk, sigur Rannvá í Króki, sum vónar, at útgjaldið frá ALS ikki fer at minka, tí so fer av álvara at standa á hjá mongum. Tað ringasta heldur hon vera at enda á Almannastovuni sum móttakari av fátækrahjálp. Eitt hjartasuff havi eg kortini, og tað er, at tíðin í starvsvenjing ikki kann vera longri enn fimm mánaðir, tí so kundi eg fingið møguleikan at verða verandi í starvsvenjing til 1. oktober. Tað er harmiligt, at reglurnar er so strammar og strangar. Serliga tá hugsað verður um, hvussu nógv eru arbeiðsleys, sigur Rannvá. Arbeiðsleys fólk ynskja og tørva aðrar tænastur aftrat arbeiðsloysisstuðlinum Tað finnst er ein tíðarrokning áðrenn og ein aftaná at Fiskavirking í desember 2010 snaraði lyklinum um. Sambært seinnu tíðarrokningi er neyðugt við nýhugsandi fokus á arbeiðsloysi, har hvør einstakur við øllum sínum eginleikum og møguleikum er í miðdeplinum fyri virkseminum hjá ALS, har dentur er lagdur á at skapa førleikamenning fyri at tryggja atgongd út aftur á arbeiðsmarknaðin. Upprunin til ALS-skipanina var frá fyrsta degi ein tryggingarskipan, har arbeiðsgevarar og løntakarar rindaðu eitt ávíst gjald, sum aftur skuldi latast arbeiðsleysum. Seinri varð skipað ein arbeiðsávísing, soleiðis at fólk, sum leitaðu eftir arbeiði, fingu ein møguleika at síggja, hvørji størv vóru leys at søkja, og at arbeiðsgevarar somuleiðis kundu fáa fatur á tøkari arbeiðmegi. Umframt hesa tænastu hevur ALS seinastu árini økt og ment ymisk skeiðstilboð til arbeiðsleys. Sum ein avleiðing av at uppgávurnar og eftirspurningurin eftir tænastum frá ALS er broyttur, og allatíðina broytist, eru broytingar framdar á Tænastudeildini, sum hevur um hendi alt frá útgjaldi til førleikamenning og arbeiðsskapandi átøk. ALS metir tað hava týdning, at fáa skapt lokala forankring, tí tað er her at vitanin um størv, arbeiðstørv og nýggjar møguleikar kann roynast í tøttum samstarvi við ALS. Kommunur, felagsskapir og arbeiðsgevarar kunnu saman við ALS, við avsetti í einum felags máli um at skapa møguleikar og gera nakað aktivt við arbeiðsloysisstøðuna, flyta mørk sum muna og kunnu flyta vanahugsan. Sum partur av útfarandi liðnum á ALS, varð eitt toymi av kveikjarum samansett. Ein teirra er Bergtóra Høgnadóttir, sum greiðir frá teirra uppgávu og hvat tey fáast við. Vit leggja sera stóran dent á at kunna um skipanina. millum annað við mánaðarligum kunningarfundum fyri tey, sum seinasta mánaðin eru komin í skipanina. ALS hevur ymisk tilboð at bjóða, harav eitt teirra er starvsvenjing, sum vit higartil hava havt sera góðar royndir av. Skipanin ber í sær, at arbeiðsleys fáa høvi til at koma í starvsvenjing hjá einum arbeiðsgevara, almennum ella privatum, sum vil vera við í skipanini. Starvsvenjingin er avmarkað til í mesta lagi fimm mánaðir, har arbeiðsgevarin fær tað gjald hin arbeiðsleysi annars vildi fingið, og hann ella hon í starvsvenjing fær sáttmálabundna løn frá arbeiðsgevaranum, sigur Bergtóra, sum veit at siga, at síðani tey fóru undir hetta átak, hava 200 fólk verið í skipanini, harav helmingurin ikki er komin innaftur í ALS, tí tey antin hava fingið varandi starv í sambandi við starvsvenjingina ella tí tey hava nýtt høvi, við nýggju starvsroyndini, at finna sær annað starv hjá øðrum arbeiðsgevara. Vanja Engskær er útbúgvin eksportteknikari og arbeiðir á ALS sum málsviðgeri. Sam Jacobsen hevur drúgvar royndir sum arbeiðsleiðari og HR-stjóri, Bergtóra Høgnadóttir er sosialráðgevi og hevur arbeitt í mong ár í Danmark sum virkiskonsulentur. Fjóðri kveikarin, sum ikki er við á myndina, er Beinta Gregersen, sum er bachelorur og hevur arbeitt nógv við ungum fólki, millum annað var hon leiðari fyri ungdómshúsið í Klaksvík. Hvør sær hava kveikjararnir sínar dygdir og sína servitan, sum kemur væl við í kveikjaratoyminum hjá ALS. Kveikjararnir eru partur av Tænastudeildini á ALS. Starvsvenjing Umframt møguleikan at royna seg í tílíkari starvsvenjing, er eisini møguleiki fyri at royna skipanina við tveimum vikum í óløntari starvsvenjing. Hendan er skipað so, at arbeiðsleys varðveita sín ALS-stuðul tær báðar vikurnar tey royna seg á onkrum arbeiðsplássi. Her kann viðkomandi fáa eina hylling av, um starvið yvirhøvur er áhugavert ella øvugt, at hetta ikki var rætta leiðin, sigur Bergtóra. Tey í ALS leggja alstóran dent á, at tey, sum eru í skipanini, taka av einum arbeiðs- ella útbúgvigartilboði. Umleið 80 prosent av teimum sum eru í ALS-skipanini eru ófaklærd og hava ikki miðnámsútbúgving. Tey hava sum útgangsstøði munandi truplari at fáa starv enn tey, sum hava eina útbúgving. Tað vísir seg eisini at tey, sum eru í starvsvenjing, eru munandi meira tilvitaði um at søkja sær okkurt varandi starv eftir starvsvenjingina. Tað hendir okkurt við okkum menniskjum, tá vit gerast arbeiðsleys, og hava kanska søkt fleiri størv uttan úrslit. Tá er lætt at missa mótið og geva upp. Harafturat er tað ein sannroynd, at tess longri fólk hava verið arbeiðsleys, tess torførari er aftur at koma upp í part á arbeiðsmarknaðinum, sigur Bergtóra. Á ALS kunnu tey við sínum hagtølum vísa á, at fólk, sum hava verið í skipanini styttri enn tríggjar mánaðir, eru við egnari hjálp komin skjótari úr aftur skipanini enn tey, sum hava verið har í longri tíð. Tað er ikki óhugsandi, at onkur óttast fyri at fólk í onkrum ALS-tilboði kann vera við til at avlaga vanligu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, men so er avgjørt ikki. Hetta gongur ikki útyvir nakran annan á arbeiðsplássinum á nakran hátt, men er bert fyri at geva arbeiðsleysum møguleika at snodda eitt sindur til eitt arbeiðspláss, og harvið eisini at fáa møguleika til at brúka sínar arbeiðsførleikar aftur. Ongantíð betur um viðkomandi sleppur at halda fram eftir avmarkaðu tíðini í starvsvenjing, men tað avgerð arbeiðsgevarin fult og heilt, og tá verður starvið eisini eftir vanligu treytunum á arbeiðsmarknaðinum. Góð umsókn Millum skeiðini, sum ALS bjóðar, er at vegleiða fólki at orða eina umsókn og fara til starvssamrøðu. Ein umsókn er fyrsta fatanin, sum stjórin ella arbeiðs- leiðarin fær av henni ella honum, sum søkir. Tí er sera umráðandi hvussu umsóknin er orðað bæði innihaldsliga og málsliga. Er ein umsókn full av stavivillum kemur hon neyvan at liggja fremst fyri tá starvið skal setast. Eisini er umráðandi at innihaldið er viðkomandi í mun til tað starv, sum søkt verður. Arbeiðsleys, serliga tey sum hava verið tað í longri tíð, eru mangan illa fyri, og í stórligum iva um hvat liggur best fyri hjá teimum, og harvið hvat starv tey skulu søkja. Til tess at hjálpa teimum bjóða kveikjarar teimum sonevnda persónliga test, sum kann vera ein vegleiðing til hvørja yrskis- ella útbúgvingarleið fólk skulu royna. Samstarv við arbeiðsmarknaðin Bergtóra Høgnadóttir sigur tað hava alstóran týdning at hava eitt gott samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Partvíst fyri at kunna teir um teir møguleikar, ALS hevur at bjóða, millum annað í sambandi við starvsvenjing, ólønta praktikk og ALS-farloyvi, og somuleiðis at fáa at vita frá arbeiðsgevarunum hvør teirra tørvur eftir arbeiðmegi er og hvørjar førleikar teir sóknast eftir. Eisini um um okkurt er, sum tey á ALS kunnu gera betri. Tað er alneyðugt at ALS megnar uppgávuna at veita tøka og førleikamenta arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin. Í so máta er ein uppgáva hjá ALS at megna at veita arbeiðsgevarum góða tænastu, tá ið tað umræður arbeiðsávísing. Eisini her eru fortreytirnar broyttar. millum annað eitt samstarv við Smyril Line um at fáa føroyska manning umborð á Norrøna, hevur víst, at eisini á hesum øki ber til at menna og skapa betri møguleikar til gangs fyri arbeiðsleys og fyri arbeiðsgevarar. Stórur áhugi fyri Norrønu Í sambandi við summarsiglingina, verður Norrøna í nógv størri mun enn áður, mannað við føroyingum takkað verið einum átaki hjá ALS. Tey í ALS og á Smyril Line samdust um, at nú umleið 1700 føroyingar gingu arbeiðsleysir, samstundis sum vit hava eitt so mikið stórt føroyskt reiðarí, átti at borið til at manna Norrønu við føroyingum heldur enn pólendingum og íslendingum. Tey gjørdu so eina ætlan, soleiðis at áhugaði í ALS-skipanini fingu í boði at mynstra ein úr til og úr Danmark, frá hósdegi til mánadag, samstundis sum tey varðveittu sínar dagpengar frá ALS. Áhugin var so mikið stórur, at 135 fólk søktu og 60 teirra fingu møguleikan at koma við ein túr, og úrslitið varð, at 35 fingu fast arbeiði umborð summarmánaðirnar. Serliga innan reingerð, matgerð, sum dekkari, í handli, barrum og matstovum. 35 nýggj arbeiðspláss, sum undan hesi verkætlanini vóru mannaði av íslendingum og polakkum. Ein sólskinssøga, heldur Bergtóra. ALS hevur eisini aðrar líknandi verkætlanir og aftur aðrar eru í umbúna. Virkin arbeiðsleys Sonevndar aktiveringsverkætlanir hava ikki verið vanligar í Føroyum, men nú hevur ALS sett skjøtil á. millum annað í samstarvi við Skótadepilin á Selatrað, sum snýr seg um at gera ein frítíðardepil á Selatrað. Bertgtóra greiðir frá, at hetta er eitt tiltak har arbeiðsleys sjálvboðin kunnu tekna seg til. Tey varðveita sín ALS stuðul, og hava ongar útreiðslur av flutningi til og frá. Tað snýr seg rætt og slætt um at geva fólki tilboð um at vera aktiv, meðan tey eru í skipanini, heldur enn at ganga fyri einki. Fólkini arbeiða á Selatrað fýra dagar um vikuna, og eru á ymiskum skeiðum fimta dagin. Tað tykist sum stórur áhugi er fyri hesum. Tí er ALS farið undir eitt líknandi tiltak í vakstrarhúsinum á Sandavági. Tílíkar verkætlanir geva fólki lívsinnihald, varpar ljós at egnar styrkir og møguleikar og skapar lívsdygd, heldur Bergtóra. Arbeiðsleys eru eisini strongd Vit hoyra mangan um, at arbeiðspláss mugu skerja og hetta merkir ofta, at starvsfólk skulu renna skjótari, og tá verður mangan talað um strongd. Men arbeiðsleys kunnu eisini vera í vanda fyri at fáa stongd, sigur Bergtóra, sum vísir á eina danska kanning sum sigur, at annar hvør arbeiðsleysur dani hevur strongd. At kenna á sær, at ein hevur førleikar og orku, men ikki fær høvi til at nýta sínar førleikar, er alt annað enn stuttligt. Um sama myndin ger seg galdandi í Føroyum er eingin sum veit, men í heyst hevur ALS ætlanir um at gera eina tílíka kanning, greiðir Bergtóra frá, og sigur frá einari søgu hon hoyrdi frá einum privatum arbeiðsgevara. Eini søgu, sum kanska kundi givið onkrum okkurt at hugsa um. Arbeiðsgevarin segði, at hann var ikki vanur at lýsa eftir fólki. Men hann leitaði ofta eftir fólki, og tá kom fyri at hann rendi seg júst í rætta persónin. Tað sigur so mikið, at tað ræður um at vera sjónligur í gerandisdegnum. Situr tú við telduspølum alla náttina og svevur um dagin, er ilt at fáa eygað á teg. Paradísið liggur ikki handan fjøll og djúpar dalar onkustaðni úti í framtíðini paradísið er har tú ert beint nú. Strongd sendi Nicas Hera Jákupsson so syngjandi niður við flagginum, men við miðvísari tráan eftir sínum egnu djúpastu virðum, kom hann aftur á rættkjøl. Tað tók sína tíð, og nú vil hann, við sínum fyrilestrum, hjálpa øðrum úr strongdini og at finna lívsgleði Klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson hevði, tann tíð tað var, eitt leiðarastarv hjá SHELL. Eitt sera avbjóðandi starv, sum han legði nógva orku í. Í síni frítíð var hann ikki minni virkin, eitt nú sum íverksetari, tónleikari og sjónleikari. Hann stóð á odda fyri konseptinum Trølla Pætur, har hann eftir heilt stutta tíð skrivaði, framleiddi og innspældi 5 filmar og tvær dvd-fløgur við Trølla Pætur. Hann byrjaði uppá Jólaskipið í Klaksvík, Føroya Sjómannadag og fleiri onnur krevjandi tiltøk. Alt gekk upp á stás, til einaferð, tá tað bleiv heilt galið. So galið, at einferð small hann í gólvið. Kroppurin orkaði rætt og slætt ikki longur at fylgja við, og hetta broytti lívið hjá Niclas Hera í botn og grund. Niclas Heri greiðir soleiðis frá. Hevði eg lurta eftir konuni og teimum sum stóðu mær nær, var eg steðgaður á fleiri ár frammanundan. Tað gjørdi eg bara ikki. Helt, at her stóð bara væl til. Legði ikki til merkis sjálvur, at eg var á vanda kós. Onnur hava ivaleyst sæð tað nógv betri, men teimum lurtaði eg ikki eftir. Vit hava eitt verjuhormon, sum kallast adrenalin, sum verjir teg móti ágangi og gevur tær kreftir. Men tá tú er fongdur av strongd, vaðar tú bara longur út, ja so langt út, at kroppurin ikki megnar meira. Adrenalinið víkir tá fyri stresshormoninum Kortisol, og tú gerst bert upp aftur sjúkari, men tú trýstir alsamt kroppin meira. Heilt til, sum tað var í mínum føri, at tú liggur víðopin. Tú fær ólag í kenslurnar, minni svíkur, tú gerst minni nærlagdur, og tú broytir atburð. Tú svíkur tínar innaru kenslur, óttin tekur yvir og tú óttast tínum egna atburði. Í mínum føri royndi eg at flyta fokus, soleiðis at eg, við at koyra enn meira á motorin, vildi flyta pínuna. Tryggjaði mær, at eg altíð hevði nóg mikið á skránni; ongantíð ov nógvar upplivingar og flest møguligar sigrar, sigur Niclas Heri og greiðir frá, at hann ongantíð hevur verið so virkin sum júst tá hann hevði tað ringast. Eg var ótolandi, ásannar hann. Diagnosa. Strongd Tá eg so dánt kom fyri meg aftur, eftir góðari hjálp frá mínum nærmastu, sálarfrøðingi og øðrum, gjørdist eg sera forvitin at fáa at vita hvat hent var við kroppi mínum. Gekk í longri tíð í einari fúlari identitetskreppu og leitaði eftir mær sjálvum. Leitaði alla staðni hvar eg kundi finna upplýsingar um strongd. Á netinum, var til fyrilestrar og á skeiðum, og tess meira eg kunnaði meg um evnið, tess oftari rendi eg meg í tað vit kalla lívsgleði, sum er tað øvugta av strongd. Kom til ta niðurstøðu, at eg mátti finna aftur til míni djúpastu virði, tey virði, sum omma, abbi, mamma og pápi høvdu lagt í meg. Hesi virði, sum mítt lív var bygt á, vildi eg finna aftur, greiðir Niclas Heri frá og er sera fegin um ta hjálp frá sálarfrøðingi, sum millum annað fekk hann at hugsa um, hvussu hann kundi fáa sítt sjálvsvirði aftur. Ikki minst vildi hann hava meg at geva mítt egna svar uppá hvat eg helt meg duga, tíma og hvat eg helt gevur meining. Tað hevur ivaleyst verið hetta, sum fekk meg at nýta mínar lívsroyndir og fara undir at hava fyrilestrar um strongd og lívsvirði fyri at hjálpa øðrum. Í fyrsta lagi fyri at fólk kundu forða fyri at koma í eina tílíka ólukkuliga støðu, og komu tey í hana, hvussu tey kundu sleppa úr aftur trupulleikunum. Stovnaði felagið Fegin Sum hugsað so gjørt. Niclas Heri stovnaði sítt egna felag við tí endamáli at halda fyrilestrar um strongd og lívsgleði og harvið oysa av sínum beisku lívsroyndum. Hvussu fólk fóru at taka ímóti hesum fyrilestrartilboðum, og um eg veruliga kundi liva av hesum, visti eg sjálvandi ikki, men tað vísti seg skjótt, at hetta hevði stóran áhuga millum fólk. Í fyrsta lagi greiddi eg frá um strongd, men tað gjørdist mær skjótt greitt, at eg eisini skuldi tosa um lívsvirði. Tá vit tosa um lívsvirði ræður fyrst og fremst um at hava eitt jaligt lyndi og síggja møguleikar fram um forðingar. Og møguleikarnir liggja beint frammanfyri okkum. Hvussu mong eru ikki tey sum halda, at grasið er grønari á hinum áarbakkanum, ella bíða eftir rætta degnum ella høvinum. Bíða eftir leygardegnum tá tey hava frí, tá tey hava tíð og tá tað er gott veður og góður streymur. Men tann dagurin kemur ongartíð. Vit bíða til børnini eru undankomin; tá fara vit bæði her og har. Men paradísið liggur ikki handan fjøll og djúpar dalar, og onkustaðni í framtíðini. Tað liggur beint her og nú. At sita vesturi á Eiðinum ella uppi á Eggjunum, tað kostar einki. Hav ein kaffimunn við og kanska ein lítlan matpakka og bjóða góðum vinum við. So er paradísið har, sigur Niclas Heri, sum sær ikki heilt ókendu myndina fyri sær: Bara vit fáa ráð til ein ferðaseðil til Turkalands, hagar vit koma um náttina, móð og troytt. Eitt barn vil í svimjihylin og annað á strondina. Konan vil shoppa og maðurin vil á barr. Koma so heim aftur og ásannað, at túrurin hevur kostað 20.000 krónur meira enn ætlað, og til ein postkassa fullan av rokningum. So at leggja út á facebook allar myndir frá ferðini og siga frá, hvussu fantastiskur túrurin hevur verið. Hetta heldur Niclas Heri ikki vera hina røttu lívsgleðina. Onnur liva mítt lív Niclas Heri er ikki í iva um, at tey eru mong, sum als ikki kenna sínar dreymir og førleikar, men liva heldur eftir hvat onnur halda. Hetta er serliga galdandi í smærri samfeløgum. Ein ævigur ótti fyri hvat onnur halda, og tí eru mong sum ikki liva eftir tí tey sjálvi vilja, men liva heldur eftir hvat onnur halda vera rætt. Hesi fólk gerast identitetsleys og gerast vánalig kopi av øðrum. Tey fáa ongantíð fatur á egnari lívsgleði, sigur Niclas Heri, og ger orðini hjá Ghandi til síni. Lívsgleði er tá tú hugsar tað sama sum tú sigur og ger. viðkomandi fyrilestrar At fyrilestrarnir hjá Niclas Hera eru sera væl vitjaðir og at so mangir felagsskapir og onnur hava boð eftir honum er, sum vera man, tí at Niclas Heri er óførur undirhaldari, og at fyrilestrar hansara eru viðkomandi, soleiðis at fólk kenna seg aftur í nógvum av tí, sum hann ber fram. Sjálvur sigur hann um sínar fyrilestrar. Tá eg tosi um strongd, so havi eg sjálvur verið í støðuni og tosið út frá egnum royndum, sum eisini ger sítt til at fyrilestrarnir eru trúverdugir. Eg vísi viðkomandi myndir úr føroyska umhvørvinum, og ikki tilvildarligar myndir sum eg finni á Útlendingastovan, har trý fólk starvast. Jóhanna sigur, at hóast okkara samfelag er lítið í mun til onnur, so hava vit eins nógv virkisøki, bert í smærri støddum, og tí ræður um at samskipa tað sum samskipast kann við størsta atliti til starvsfólkini. Hvørja ferð ein nýggjur stovnur legst aftuat, ella onkrar broytingar verða gjørdar, kann órógv koma í, og starvsfólk kunnu kenna seg ótrygg, og tað royna tey av øllum alvi at forða fyri. Ymiskar orsøkir til strongd Sum stjóri vil Jóhanna Olsen gera tað hon er ment fyri, at fólk trívast á arbeiðsplássinum, so vandin fyri strong millum starvsfólk verður minst møgu- ligur. Men orsøkirnar til strongd kunnu vera rættiliga ymiskar, og stava ikki altíð frá umstøðunum á arbeiðsplássinum. Tí ræður um at duga at skilja, hvat hennara uppgáva er og hvat hon ikki kann blanda seg uppí. Spurningurin hjá mær er, hvussu nógv eg sum stjóri skal taka mær av strongd hjá starvsfólki. Er arbeiðsplássið upprunin til strongdina, síggi eg tað sum mína uppgávu at gera nakað við tað, men liggur upprunin í trupulleikum aðrastaði, kanska heima hjá starvsfólki, kann eg ikki átaka mær ábyrgdina. Orsøkirnar til strongd kunnu vera so nógvar og ymiskar, men undir øllum umstøðum er trivnaðurin á arbeiðs- plássinum sera týdningarmikil, og til tess at skapa góðan trivnað er árliga trivnaðarkanningin eitt gott amboð, sigur Jóhanna Olsen. Trivnaðarkanning Á Umhvørvisstovuni høvdu tey skipað fyri trivnaðarkanning millum starvsfólk, og hesum vildi nýggi stjórin eisini halda fram við, og sum skal vera fastur táttur á hvørjum ári. Jóhanna sigur, at ein tílík kanning er eitt av fleiri sera góðum amboðum fyri at fáa eina ábending um, hvussu starvsfólkini trívast á stovninum. Starvsfólk skulu, ónavngivin, svara nøkrum viðkomandi spurningum, millum annað hvussu tey trívast, hvat tey halda um arbeiðsbyrðuna, um tey halda seg hava ávirkan á tað arbeiði tey hava um hendi, um tey vilja mæla fólki til at søkja starv á Umhvørvisstovuni, um tey hava álit á leiðslu og stjóra, og um nakar tvídráttur er sum darvar í dagliga arbeiðinum. Hesar kanningar kunnu vit fáa almikið burturúr. Eru svar jalig, sigur tað okkum nakað um at vit eru á rættari leið, og sum vit skulu halda fram við, og er okkurt, sum fólk halda kundi verið betri, gevur hetta eisini okkum eina góða orsøk at bøta um. Úrslitið av kanningini gevur okkum eisini eitt gott høvi til at viðgera tey ymisku viðurskiftini. Kanningin verður gjørd á hvørjari deild sær, soleiðis at vit síggja rættiliga neyvt um okkurt er sum vit kunnu gera betri, sigur Jóhanna, sum heldur tað vera gott at kunna seta orð á møguligar trupulleikar. Heilsufremjandi Tað er sera umráðandi fyri meg sum stjóri, at starvsfólk eru væl fyri at røkja sínar uppgávur, og ikki minni gott fyri tey sjálvi, at tey hava góða heilsu og kenna seg væl í allar mátar, og tí var tað heilt nátúrligt at seta nakrar pengar av í okkara fíggjarætlan til heilsufremjandi tiltøk. Eitt av hesum tiltøkum var, at fólk frá Hjartafelagnum vóru á stovninum og gjørdu tær kanningar tey vanliga gera. Harafturat fingu vit ein fyrilestur um motivatión og góðan mat, og eftir hetta fóru øll starvsfólkini ein góðan gongutúr, greiðir Jóhanna frá. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við starvsfólkaumboðum, arbeiðir við uppskotum til átøk, ið kunnu motivera starvsfólk at røra seg meiri, oginternetinum. Greiði frá mínum uppvøkstri, og eri ikki bangin fyri at siga, at konan átti at verið farin frá mær fyri mongum árum síðani. Um fyrilestrar um lívsgleði sigur Niclas Heri hetta. Hvussu vanligt er ikki at fólk koma meira ella minni krúpandi framvið vegginum inn í eina størri mannfjøld har tey helst vilja vera ósædd. Eg royna at vísa fólki, at eg havi einki at krógva og einki at skammast yvir. Men eg geri eisini fólki greitt, at lívsgleði kann vera so mangt og at ymiskt er hvat fólk halda vera sína lívsgleði. Týdningarmest er, at tú ert trúgvur móti tínum egnu virðum; so er einki at ivast í at tú finnur tína lívsgleði, sigur Niclas Heri, sum ger nógv burtur úr at greiða frá nøkrum av tí sum hevur hjálpt honum sjálvum. millum annað at fyrigeva. Kann vera onkur hevur sært teg á onkran hátt, men lær teg at fyrigeva. Gerst tú ikki tað, etur tú tín egna kropp upp. Í somu løtu tú fyrigevur, hjálpir tú einum øðrum persóni, men lættir eisini hjá tær sjálvum so tú kemur víðari. Onnur góð ráð eru at lata nakað, annars fært tú einki aftur, tí sáðar tú ikki, heystar tú heldur ikki, og fegnast yvir tað sum ber til. Setur tú í eitt epli niður, fær tú kanska tíggja upp aftur. Fært tú kortini ikki fleiri enn fimm upp aftur, fegnast so um tey, heldur enn at ilskast um hini fimm, tú ikki fekk upp aftur. Ver takksamur, hugsa jaligt og skift keðiligar tankar út við góðar eru góðu ráðini frá Niclas Hera. Men í øllum hesum, so má ein ikki vera blindur fyri, at lívið ikki altíð gongur sum prestur prædikar. Tað koma løtur og tað koma dagar, tá ein missir lívsgleðina úr eygsjón. Tað er eisini normalt. At vit detta á okkara lívsvegi er eisini nakað, sum vit øll gera av og á. Men munur er á at fara 5 gradir av kós og so 180 gradir. 8 tímar arbeiði Tað er ikki minst arbeiðspláss og fakfeløg, sum hava boð eftir Niclas Hera Jákupsson. Hvat hevði hann lagt serligan dent á, var hann stjóri ella arbeiðsleiðari? Tað var tann tíð tá eg var leiðari fyri 20 starvsfólkum og eg hataði kaffiløturnar. At fólk sótu fyri einki í arbeiðstíðini. Helt, at tey heldur kundu tikið kaffikoppin við sær til telduna. So býttur havi eg verið. Í dag kundi eg heldur hugsa mær at kaffiløtan var munandi drúgvari, tí tað er júst tá møguleiki er hjá starvsfólki at práta um mangt og hvat og har fáa orku til aftur at seta seg við arbeiðsborðið. Var eg arbeiðsleiðari í dag hevði eg fylgt væl við um okkurt av starvsfólkum mínum hevði áhaldandi yvirarbeiði í fleiri dagar. Eg hevði sagt, at tey skulu dríva á at arbeiða teir átta tímarnar, tey eru til arbeiðis og somuleiðis lagt dent á, at tey skulu ikki fara stúrandi heim frá arbeiði at hugsa um tey nú gjørdu nóg mikið hendan dagin. Tað kann sjálvandi koma fyri, at tað eru arbeiðsuppgávur, sum hava serligan skund, og tí krevja eyka arbeiðsorku, men tá er umráðandi at starvsfólk verða kunnað um tað í góðari tíð, soleiðis at tey kunnu fyrireika seg til at taka nakrar tímar eyka. Harafturat hevði eg tilmælt eitt rímiligt skott millum arbeiði og frítíð. Í dag eru ov mong dømi um at arbeiði og frítíð verða tvinna nógv saman, men tað haldi eg ikki altíð vera av tí góða, sigur Niclas Heri Jákupsson. Jóhanna Olsen, sum hesi seinastu gott 10 árini hevur verið í starvi innan almenna økið, varð á sumri í fjør sett sum stjóri á Umhvørvisstovuni. Sum almennur leiðari er hon væl kend við politiska rákið, sum alsamt krevur meira fyri minni frá almennu stovnunum við tað at samstundis sum alsamt fleiri uppgávur verða lagdar á stovnarnar, minkar játtanin. Tí krevst, at stór orka verður løgd í at rationalisera á øllum hugsandi økjum, sum eisini ber til við teirri framkomnu tøknu, ið er til taks í dag, men alt hetta setir eisini stór krøv til starvsfólk, sigur Jóhanna Olsen, sum er sannførd um, at fólk í almennum starvi gera sítt ítarsta at útinna sítt verk, og tí er lítið hugaligt at hoyra sjálvt politikarar á ovastu rókum sáa iva um ágrýtni hjá almennum starvsfólki. Júst hetta, saman við krevjandi og stórari arbeiðsbyrðu, kann skapa góðan gróðrarbont fyri strongd millum starvsfólk, sigur Jóhanna, sum eisini kennir til dømi um starvsfólk á sínum egna stovni, ið hava kært sína neyð um strongd, og tað tekur hon í ramasta álvara. Samansettur stovnur Umhvørvisstovan er ein rættiliga sermerktur stovnur. Fyri fimm árum síðani vórðu nakrir almennir stovnar lagdir saman til tað sum í dag er Umhvørvisstovan. Hetta vóru stovnar, sum áður høvdu húsast í hvør sínum herðashorni og í mongum førum við hvør sínari sjálvstøðugari leiðslu. Jóhanna Olsen vísir á, at tað tí eru fleiri ymiskar mentanir á stovninum. Á Umhvørvisstovuni arbeiða í dag eini 45 starvsfólk í ógvuliga ymiskum aldri, og sum umboða fleiri enn 20 ymiskar útbúgvingar, men tað heldur hon ikki hevur givið teimum nakrar trupulleikar. Heldur er hetta ein styrki fyri stovnin, at hava starvsfólk við ymiskum aldri, royndum og fakligum førleikum. Um stutta tíð legst enn ein stovnur afturat Umhvørvisstovuni. Tað er verða meiri tilvitað um týdningin av at hava eina góða heilsu. Hon sigur seg hava sera góða samvitsku av at seta nakað av peningi av til tílík tiltøk, sum bøta bæði um heilsu og trivnað. Eins og við trivnaðarkanningini, verður tiltakið saman við Hjartafelagnum eitt afturvendandi tiltak, og avtala er gjørd við Hjartafelagið at koma framvið á Umhvørvisstovuni í heyst. Tá ber so til hjá starvsfólkunum at fylgja við, hvussu teirra støða er samanborið við kanningina, ið bleiv gjørd í vár. Duga at siga frá Skulu nýggjar uppgávur leggjast út til stovnar, skal hetta gerast við umhugsni, serliga tá fíggjarliga játtanin samstundis verður skerd. Hetta kunnu eisini tey á Umhvørvisstovuni tosað við um, og hetta sama sær eisini aftur í trivnaðarkanningini. Stjórin á Umhvørvisstovuni ásannar, at tað kann verða trupult hjá stovninum at makta allar uppgávurnar til fulnar, sum honum eru álagdar. Hon ger greitt, at tað er ein uppgáva, bæði hjá deildarleiðarum og starvsfólki annars, at siga frá um tey halda seg hava ov nógvar uppgávur í mun til tær tey halda seg kunnu klára. Vit kunnu ikki átaka okkum strongd og ringa samvitsku orsaka av, at vit ikki hava pengar til at hava nóg mikið av starvsfólki at klára allar okkara uppgávur, sigur Jóhanna Olsen. Hon leggur dent á, at tað ræður um at vera sannførdur um, hvat vit ikki røkka og hví vit ikki røkka málinum, og tí vil eg fegin hava eitt sera gott samstarv við aðalráðið, um hvussu vit skipa arbeiðið. Felags leiðslugrundarlag Ein so mikið fjøltáttaður stovnur sum Umhvørvisstovan er, hevur brúk fyri einum orðaðum felags leiðslugrundarlagi, soleiðis at onkur deild ikki verður hildin at vera frægari ella av størri týdningi enn onnur, tí hóast innihaldið og uppgávurnar eru sera ymiskar frá einari deild til aðra, er umráðandi, at vit hava nøkur grundleggjandi virðir, sum vit leggja dent á, sigur Jóhanna Olsen. Ein løntakara felagsskapur Skulu vit, sum fakfeløg, fáa ta ávirkan, ið vit so brennandi tráða eftir, so eru vit noydd at broyta okkara konservativa hugsunarhátt. Vit eru noydd at koma úr skýlinum og vísa okkum frá opnu síðuni og vísa dirvi og vilja, til at gera konstruktivar broytingar limunum at frama. Spurningurin er ikki um vit skulu gera tað, men nær og hvussu vit gera tað. Eg havi einki endaligt uppskot, men eg kann koma við onkrum hugsanum um hetta eyma evnið. Nú er tíðin komin til, at fakfeløgini her á landi ikki bara hyggja inneftir og verja egna borg, kosta hvat tað kosta vil. Tá á stendur, vil hvørt felag verja tað, ið verjast kann, fyri ikki at lata nakað vald frá sær. Sjálvur eri eg ikki av teirri hugsan, at nakar letur nakað frá sær, men heldur at taka nakað meira til sín og fáa meira burturúr til limanna og fakfelagsins besta. Onkur segði á almennum fundi, at tá fakfeløgini siga stendur man saman, er man sterkari so er tað ein myta. Her eri eg alt annað enn samdur. Sjálvandi eru vit sterkari, jú fleiri vit eru. Tað sigur seg sjálvt, at um eitt felag við 100 ella 1000 ella 2000 limum fer út í eina konflikt ella samráðing, so stendur hon nógv veikari, enn um allir 23.000 lønmóttakararnir stóðu saman og vóru saman um somu konflikt ella samráðing. Spurningurin er bara at tora at standa saman, eisini tá tað leikar harðast á. Og tað er her vit ikki hava megna samanhaldið. Í løtuni dugi eg bert at síggja eina leið at ganga og tað er at stovna okkara egna LO-líknandi felagsskap. Ein Løntakara Felagsskap. Hetta eigur at verða ein felagsskapur, har øll fakfeløgini eru við, bæði almenn og privat. Tað skal eingin ivi vera um, at øll standa saman, øll hava sama mál og øll fáa somu viðferð. Eingin skal kenna seg at vera fyri vanbýti. Fyrsta málið hjá LF má vera at samskipa allar sáttmálar. Hægsti felagsnevnari skal finnast, soleiðis at øll verða lønt eftir somu skipan og somu treytum. Allir sáttmálar eiga at ganga út um somu tíð og ein felags karmur verður avtalaður, áðrenn sersamráðingarnar fara í gongd. Tær seravtalur, sum verða gjørdar, skulu góðkennast av LF. Hvussu avtalaða ramman verður býtt millum limirnar inni í einstøku feløgunum, er upp til feløgini sjálvi at avgera. LF eigur at verða ein sterkur felagsskapur, sum er skipaður við eini leiðslu, umsiting og serfrøðingum - millum annað innan lógir og samfelagsviðurskifti. LF eigur at gera sínar egnu metingar um árið ið fer og árið ið kemur, kostnaðarstøði, fíggjarmetingar og prístal. LF eigur eisini at skipa fyri kanningum um starvsfólkaviðurskifti, so sum, trivnað, konfliktir og happing. Eisini skal LF skipa fyri skúling, bæði av álitisfólkum og nevndarlimum. Øll við ábyrgd skulu verða betri før fyri at røkja skyldur og uppgávur, ið er litið teimum upp í hendur. Allar kanningar o.l. skulu verða tøkar og atgongdar, so tær kunnu brúkast av øllum limafeløgunum í LF. At arbeiðsmarknaðurin her í Føroyum ikki er komin longur enn hann er í dag, er ikki so nógvum øðrum at takka fyri enn okkum sjálvum. Viðhvørt hevur tað sæð út, sum um at vit fremst av øllum eru bangin fyri, at onkur fær meira enn onkur annar. Hetta er tíbetur við at broytast, tí í dag er samanhaldið betur enn nakrantíð. Feløgini skipa millum annað fyri tiltøkum saman, fleiri felagsskriv, yvirlýsingar og viðmerkingar til núverandi politisku gongdina i landinum. Eitt tað nýggjasta er, at feløgini eru farin undir at kanna møguleikan fyri at keypa Tryggingarfelagið LÍV nú Bank Nordik leyp frá keypinum. Nú er so tíðin komin til at vit gera álvara av hesum og skipa okkum í ein felagskap, sum tekur sær av øllum yvirskipaðu viðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum vegna lønmóttakaran. Politiska skipnanin vil helst ikki, at vit standa saman. Undir seinastu sáttmálasamráðingum royndi Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum at gera alt fyri at splitta almenna samstarvið sundur og tað eydnaðist at enda eisini. Men lat okkum nú vísa politisku skipanini, at vit ikki ætla at ganga teirra ynskum á møti, men tvørturímóti, at vit skipa okkum í eina sterka eind, ein Løntakara Felagsskap, eitt LF. Grælandi jarm Søgur gingu í forsetatíð Boris Jeltsinar í Russlandi, at hann var so misnøgdur við dapurskygdu veðurforsagnirnar, at hann gjørdi ikki mætari enn at siga stjóran á veðurstovuni úr starvi. Søgan er helst ikki sonn, men góð er hon. Sannleikin var nokk tann, at tað var borgarstjórin í Moskva, Juri Luzhkov, sum í 1998 rendi veðurmannin til hús, tí hann ikki hevði spátt rætt um eina kavaódn. Ein onnur og hesa ferð sonn søga er tann, at í forsetatíð Dáviðs hinum illgitna Oddsonar í Íslandi, hendi nakað tað sama fýra ár seinni. Hann var so misnøgdur við greiningar og forsagnir Tjóðhagstovnsins, at hann segði ikki bara stjóran úr starvi, men rendi øll tey tjúgu starvsfólkini til húsa og stongdi stovnin. Eftirsíðan kunnu vit ivaleys staðfesta, at hvørki gjørdist vetrarnir mildari í Russlandi, heldur enn at búskaparvánirnar blíðkaðu fyri Ísland. Tá Dávið Oddson avhøvdaði Tjóðhagstovnin, sissaði hann íslendsku tjóðina um, at bankarnir allir á hvørjum ári skrivaðu frásagnir um búskapargongdina og at íslendska fíggjarmálaráðið gav borgarunum myndugleikans signaðu mynd av avleiðingunum av teirra egna politikki. Bankarnir sjálvir stóðu fyri greiningini av gongdini í búskapinum, og teir bedýraðu fyri fólki, at alt gekk upp á stás. Og teir stóðu sum hin víðagitni Chemical Ali og sungu lovsang fyri íslendskum bankakynstri, meðan múrarnir rapaðu rundan um teir og samfelagsvirðini stóðu í ljósum loga. Fíggjarmálaráðið skrivaði frágreiðingar um tann væna búskaparpolitikk, sum stjórnin setti í verk, og fíggjarmálaráðið vissaði fjøldina um, at tað stóðu royndir og vitugir menn til róðurs á brúnni. Teir skuldu við hinum serliga íslendska kynstrinum sigla skútuna fremst í skipaherin og koma fyrstir á mál. Sjálvandi var hetta ikki einasta orsøkin til íslendska skrædlið. Langt frá tí. Men hendan eina avgerðin, saman við teimum mongu av sama slag, slóðaðu samanlagt fyri at fylgið fór út av eggini. Óheftur landsbanki Nú ætlar Føroya landsstýri at fylgja í sporunum og at taka Landsbankan av. Ætlanina sópar landsstýrið saman við øllum hinum ørskusparingunum, sum tað tykist at fáast meiriluta fyri á Tingi, men undir tí skjaldramerki skulu teir ikki í náðum sleppa at svæva Landsbankan. Føroyum tørvar ein frælsan búskaparfrøðiligan støðil, líkur honum sum Landsbankin nú er vorðin. Ein samanrenning millum Landsbanka og Búskaparráð, sum er førur fyri at lýsa fyri okkum borgarum útlit og avleiðingar av heimsráki í búskapi og politikki heima. Lýsingar, sum vit borgarar kunnu vera trygg við, tí at tær ikki eru illittar av politiskum gykli, sum tær frá Fíggjarmálaráðnum eru gitnar at vera. Vit kunnu vera samd ella ósamd um tær lýsingar av búskapinum, sum hesin stovnurin skrivar. Men vit skulu ikki undirmeta týdningin av sjálvari tí demokratisku kjarnuni í málinum - tryggleikan um at metingarnar hjá Landsbankanum eru hugsaðar og skrivaðar uttan girnd eftir vinningi og uttan politiskt trýst. Tað kemur meira enn so fyri, at eg eri ósamdur við Landsbankan um lýsingina av búskapinum, men eg setið ikki á nakran hátt spurning við sjávt virðið, at hava ein óheftan stovn við vælskúlaðum og royndum greinarum. Hetta er kortini ikki fyrsta ferðin, at Landsbankin er leiddur fram til sláturs. Tað eru nú nøkur ár síðan at ein annar landsstýrismaður setti sær tað sama fyri, men miseydnaðist í royndini. Lat okkum nú bara spæla við tankan um, at tað aftur miseydnast hesa ferðina, og at Landsbankin hórar undan enn eina ferð. Herman Oskarson Fer stovnurin tá at koma heilt óskalaður frá hendingini? Fer fakliga og óhefta røddin eins ekkaleys at siga sonnu søguna um búskapin og búskaparpolitikkin? Fara aðrir stovnar og onnur starvsfólk, sum skulu meta og leiðbeina, at lata fakligu samvitskuna ráða yvir óttanum um starvið? Ella sagt við øðrum orðum: fer hendan herferðin móti Landsbankanum at eydnast hvussu víkir og vendir? Uttan mun til um tað nú endiliga eydnast landsstýrinum at svæva Landsbankan, ella um tað ikki eydnast, so vænti eg at skaðin er voldur kortini. Herferðin fer uttan iva at seta ein hvøkk í holdið á teimum, sum skulu fáast við óheftar greiningar av samfelag og búskapi, av búskaparpolitikki eins væl og øðrum politikki. Men ætlanin var nokk ikki bara at forskrekkja Landsbankan. Ætlanin er rættiliga at taka hann av. Silence of the Lambs er heitið á skaldsøgu og seinni viðgitnum filmi, við Anthony Hopkins og Jodie Foster í høvuðsleiklutunum. Heitið sjálvt sipar til seinasta grælandi jarmið frá lombunum, sum verða svævaði. Ongin er at vitna um illgerðina, tí ræðslan fyri at vera hin næsti undir svævingarknívinum vinnur á tí rætta og tí heiðurliga. Skal Landsbankin svævast í tøgn? Íðin bridgeleikari og B36 fjeppari. Bogi Simonsen úr Havn hevur tvey frítíðarítriv, sum mugu sigast at vera rættiliga ymisk, har maðurin kann upplivast í tveimum heilt ymiskum leiklutum. Í øðrum føri at sita músastillur, har ikki er lukkuligt at tala eitt einasta orð. Nevniliga við bridgeborðið. Og í hinum førinum handan síðulinjuna við fótbóltsvøllin, har einki er meira natúrligt enn at rópa so hart sum gjørligt, og ikki altíð við tí mest diplomatiska orðavalinum. Við bridgeáhuganum og -spælinum hevur, líka síðani Bogi lærdi grundleggjandi reglurnar í kvøldskúlanum fyri meira enn tjúgu árum síðani, gingið sum eftir ánni. Hann hevur verið føroyameistari á hvørjum ári síðan 1994 og 1995, annaðhvørt fyri pør ella við sínum liði. Kappingin fyri pør fer fram eftir einum degi, meðan liðkappingin er munandi drúgvari, vanliga yvir ein heilan vetur. Kappingarmenniskja At liggja á odda á hvørjum ári kann neyvan vera av berari tilvild. Tað ræður um at tú fyrst av øllum tímir at spæla kort. At tú harafturat er eitt kappingarmenniskja, ger tað avgjørt ikki verri. Á mangan hátt er líkt millum bridge og talv. Har ræður um at duga at kombinera og at síggja nakrar leikir fram. Harafturat er bert talan um hepni um kappingarneytin ger okkurt býtt, sum kann hjálpa tær at vinna. Annars hava hvørki bridge ella talv nakað við hepni at gera. Í bridge spæla vit øll við somu kortum, og tá ræður um at spæla tey best, greiðir Bogi frá. Fyrr var tað eitt sindur fínt Tað eru nøkur frítíðarítriv sum verða, ella hava verið, hildin at vera eitt sindur fínari enn onnur. Tað var kanska fyrr men als ikki í dag, sigur Bogi og greiðir frá, at tá hann byrjaði at spæla bridge, skuldu onnur votera um ein slapp upp í part. So er avgjørt ikki í dag. Tó so, umborð á trolarum var bridge eitt tað mest vanliga kortspælið, sigur hann. At vera óður í kortum er ikki ókent, og mangar eru søgur um menn sum blaka kortini frá sær fyri at fara útum at svala sær á aðrenn teir setast aftur við borðið. Eg skal ásanna, at eg havi temperement, og eg havi ilt við at krógva tað fyri øðrum, um eg eri misnøgdur við okkurt, sum makkarin ger, men harfrá og til at tveita kortini frá sær, kemur ikki fyri. Talv er einmansleikur. Har er eingin makkari, og tí eingin at skylda uppá, sigur Bogi, sum veit frá fleiri, sum hava verið og eru sera íðin í talvi, og sum seinri hava valt bridge framum. Øvugt heldur Bogi tað næstan ikki kemur fyri. Hetta merkir tó ikki, at fólk í serliga stóran mun leggjast aftrat bridgespælinum. Frítíðartilboðini eru so mong í dag. Kappingar uttanlands Av og á luttaka føroyskir bridgespælarar eisini í útlendskum kappingum, serliga millum hini norðurlondini, sum liggja millum heimsins bestu. Bogi sigur, at har er torført at gera seg galdandi. Onkuntíð hava føroyskir leikarar eisini luttikið í evropeiskari kapping, men tað verður ikki á hvørjum ári, tí tað er sera kostnaðarmikið. Harða kjarnan Við várinum kemur fótbólturin fyri, og við hesum eisini fjepparahugurin hjá Boga fyri B36, har hann er ein av hørðu kjarnuni. Hundin Bonzo, sum er ein Golden retriver, sum eisini er B36-ari, hevur hann sum oftast við sær. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri ítrótti og spældi dúgliga hondbólt, men harvið er ikki sagt, at áhugin fyri fótbóltinum er minni. At mítt lið er B36 kemst helst av, at eg eri uppvaksin við B36-fólki. Abbi mín var ein av stovnarunum av felagnum. Haldi ikki at nakar í familjuni heldur við øðrum enn B36. Hví fjeppari? Ja hví ikki? Her hava vit ein felagsskap, har vit hava tað gott saman um ymisk tiltøk. Ikki bert við síðulinjuna til ein altíð spennandi B36 dyst, men eisini tá vit fyrireika okkum, men dystur fer eingin fram við uttan at vit eru har, um tað á nakran hátt ber til, og uttan mun til hvar B36 spælir, sigur Bogi, sum eisini hevur hoyrt onkran undrandi spyrja hvussu trøllvaksnir menn kunnu standa soleiðis og leika í. Til tað er tó at siga, at tað er munandi betri at avreagera í Gundadali ella við annan vøll enn niðri í Steinatúni. Vit eru kortini einki eindømi í so máta. Hygg bara eftir foreldrunum hvussu tey leika í, tá tey eygleiða børn síni á vølli, kanska serliga í hondbólti. Tá fáa eisini dómararnir av at vita. Eingin happing Bogi ásannar, at alt er ikki líka stovureint, sum rópt verður, men eitt mark er. Happing av nøkrum, uttan mun til í hvørjum sambandi tað er, má ikki á nakran hátt koma fyri. Kemur tað kortini fyri, verður hann ella hon sum happar beinanvegin útihýstur úr felagsskapinum. Hetta kann eisini koma ítróttafelagnum illa við, verður tað revsað fyri ólátaðan atburð við vøllin, og tað kann avgjørt ikki vera endamálið við einum fjepparaskara. Eitt sindur misjavnt kann vera hvussu mannsterkur fjepparaskarin er. Her er altíð tann harða kjarnan, men undirtøkan annars velst í stóran mun hvussu gongst liðnum. Tað mann helst vera sama galdandi hjá øðrum feløgum, sigur Bogi sum heldur, at leygardagurin er ein sera óheppin kappingardagur, tí tá hava fólk so nógv annað fyri nú tað fer at vára. Bogi er ikki bert B36-fjeppari men eisini Liverpool fjeppari tá ræður um útlendskan fótbólt. So mikið íðin at hann, saman við næstan hundrað øðrum, fór úr Føroyum til Onglands at heppa sítt bretska lið. Ein ótrúlig uppliving, sum hann hevði glett seg til í fleiri ár, men ólukkutíð var timingin so mikið óheppin, at júst hesar dagar teir vóru í Bretlandi, avgjørdi B36 kappingina um føroyameistaraheitið og gjørdist føroyameistari. Tað var tí við eitt sindur av blandaðum kenslum eg sat har niðri í Liverdool, men sigursveitsluna fekk eg so hóast alt við. Skulu hjólini mala, er neyðugt at fólkið hevur pening um hendi. Tey flestu, nógv tey flestu, eru lágog miðallønt, og skulu hjólini mala, skulu hesi eiga keypiorku. Vit hava verið vitni til eina ógvusliga broyting í skattaskipanini. Ikki tí, vit høvdu ikki nakað ímóti einum skattalætta, tí fólkinum tørvaði pening og hjólini vatn at mala. Tað vit als ikki kundu og ongantíð fara at góðtaka, var fíggingin av skattalættanum og hvussu skeivt hann varð býttur. At taka pening, ið nýtast skuldi at fíggja ellisár og lata flestu til teirra, ið vóru vælbjargað frammanundan, meðan onnur fingu millum lítið og onki. Ja, tað skeiklar okkara samfelag og oyðileggur okkara vælferðarsamfelag og hvussu við hjólunum. Mala tey? Tí fegnast vit um, at vit júst hava gjørt ein trý ára sáttmála, sum kemur øllum limum okkara á almenna arbeiðsmarknaðinum til góða. Ein sáttmáli, sum komandi trý árini gevur eina lønarhækking á umleið 5,5 prosent. Við nýggja sáttmálanum fáa allir limir felagsins eina lønarhækking, og samstundis vóna vit, at hetta kann vera við til at fáa gongd á samfelagshjólini aftur. Eisini vunnu vit eitt prinsipielt stig, tá tað við nýggja sáttmálanum eydnaðist at fáa arbeiðsgevarakravdu differentieringina burtur og harvið aftur vinna frælsar samráðingar. Ein arbeiðsmarknaður eigur at hava pláss fyri øllum. Tí eru vit eisini fegin um, at vit, saman við Fíggjarmálaráðnum, í nýggja sáttmálanum hava fingið eina áseting um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Eina áseting um, at almenni arbeiðsgevarin vil vísa vælvild og rúmd móti fólki við skerdum førleika, og fólki, sum verða rakt av sjúku, meðan tey eru í arbeiði. Vit reistu málið saman í Fakfelagssamstarvinum og nú fingu vit so ásetingina inn. Fíggjarlógin er í skrivandi stund til viðgerðar í løgtinginum. Nógv stórmál eru partur av fíggjarlógini, millum annað ætlaninar um at leggja Landsbankan, Hagstovuna og Gjaldstovuna sama. Henda samanlegging má ikki fremjast. Í fjør sóu vit, at stórmál sum flatskattur og skatting av pensjónini, vórðu samtykt í skundi, uttan sakliga politiska og fakliga viðgerð. Okkara staðiliga áheitan á politiska myndugleikan er, at tit viðgera stórmálini í álvara, øll stórmál, og ikki skrumbla tey ígjøgnum. Tit hava eina ovurhonds stóra ábyrgd og avgerðir tykkara kunnu gera óbótaligan skaða fyri framtíðina. Spyr okkara ráðgevar á heimasíðu okkara Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvi. Tað kann vera sosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Við góðum samstarvi fæst besta úrslitið Tað sigur Kristina Johannesen, umsitingarligur leiðari hjá Sandoyar Barnaverndartænastu, sum heldur, at fólk í dag hava annan hugburð til barnavernd enn fyri árum síðani. Í 2006 varð skipanin við lokalum barnaverndum í hvørjari kommunu broytt soleiðis, at barnaverndarøkið varð lagt saman í størri kommunalar eindir. Soleiðis er øll Sandoyggin, saman við Skúvoyar kommunu, saman um Sandoyar Barnaverndartænastu. Sambært barnaverndarlógina manna umboð úr øllum kommununum í samstarvinum eina barnaverndarnevnd, sum eisini skal lúka ávís faklig krøv. Kravt verður, at formaðurin og meirilutin av nevndarlimunum skulu hava viðkomandi fakliga útbúgving. Kristina Johannesen er umsitingarligi leiðarin hjá Sandoyar Barnaverndartænastu. Hennara arbeiði er at taka ímóti teimum fráboðanum, sum koma til barnaverndartænastuna, kanna hesar, lýsa málini og taka støðu til um ein fyriskipan skal setast í verk. Harnæst at gera tilmæli at leggja fyri nevndina, sum tekur støðu. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært barnaverndarlógina, og praktisku uppgávurnar kunnu vera rættiliga ymiskar, men yvirhøvur snúgva málini, sum verða fráboðað, seg um børn sum hava ávísa hjálp fyri neyðini. Kristina sigur, at kemur nevndin til at ein fyriskipan skal setast í verk, verður sett út í kortið hvørji tiltøkini skulu verða. Tá er eisini ein av uppgávunum hjá fyrisitingini, at fylgja upp hvussu barnið hevur tað, og um fyriskipanin tænir endamálinum. Samstarv týdningarmikið Arbeiðsøkið hjá barnaverndartænastuni er sera viðbrekið, og Kristina dylur ikki, at eisini truplar og óbehagiligar støður kunnu koma fyri. Tá er av avgerandi týdningi, at tænastan fær eitt samstarv við børn og foreldur, tí tá er altíð lættari at hjálpa barninum. Og tað ber eisini til í flestu førunum, sigur hon, og leggur afturat, at tess skjótari ein kann hjálpa, tess betri virkar hjálpin. Tað er ymiskt hvussu barnaverndartænastan fær kunnleika til eitt mál. Í fleiri førum eru tað foreldur ella avvarðandi sum sjálvi boða frá, men í eins mongum førum eru tað fakfólk, sum eru um barnið. Tað veri seg heilsusystur, skúli, dagstovnur ella lækni, men tað kemur eisini fyri, kortini í heilt fáum førum, at onkur heilt annar meira ella minni tilvildarligur, sum boðar frá. Men uttan mun til hvør ið vendir sær til barnaverndartænastuna, so kannar umsitingin hvat málið snýr seg um og fær harvið eisini staðfest tørvin at veita hjálp. Fyrimunir og vansar við lítlum øki Hóast barnaverndartænastan nú fevnir um alla oynna er økið lutfalsliga lítið. Er tað ein vansi? Hendan spurningin fái eg ofta og ikki er løgið at hugsa so. Møguleikin fyri at talan er um grannan, familju ella onkran tú annars kennir, er munandi størri her enn í størru plássunum, men í mínum dagliga arbeiði havi eg ikki upplivað hetta, sum nakran trupulleika, sigur Kristina, sum heldur tað hava sera stóran týdning at vera greið og týðiliga skilja ímillum nær hon er til arbeiðis og nær hon hevur frí. Hetta er til fyrimun bæði fyri hana og onnur við. Hetta at vera greið um markið, nær tosað verður um barnaverndarmál og nær man er privatur persónur. Men Kristina sær eisini fyrimunir við fámenta økinum. Í einum lítlum øki kennast at kalla øll, og tá kann eisini vera skjótari hjá fakfólki, sum dagliga eru um børnini, at fáa eyga á møguligar trupulleikar. Tað er lættari at síggja eitt barn í einum lítlum flokki heldur enn í einum stórum. Vónandi er eisini skjótari at veita hjálp. Nakað sum eisini hevur nógv at siga, tí skjótari hjálpin er, tess minni fær trupulleikin loyvi at vaksa, sigur Kristina. Ikki verri fyri Herfyri vístu fjølmiðlar á, at lutfalsliga vóru fleiri barnaverndarmál í Sandoynni í mun til aðrastaðir í Føroyum. Kristina vísir í tí sambandi á, at økið er so mikið lítið, at bert heilt fá mál kunnu geva stórt hagtalsligt sveiggj. Hon sigur seg ikki rokna við, at børn í Sandoynni eru verri fyri enn aðrastaðni í landinum. Leiðarin hjá barnaverndartænastuni heldur, at tað kunnu eisini vera fleiri meiningar um tað er negativt ella positivt við nógvum barnaverndarmálum. Jú, at fleiri børn hava brúk fyri hjálp kann tykjast negativt, men hinvegin sigur hetta eisini nakað um, at fólk eru ikki bangin fyri at brúka hesa tænastu. Gomlu ræðumyndina um barnavernd royna vit at lúka burtur, og sama ger Føroya Barnaverndarstova. Barnaverndartænastan er ein hjálp, sum er tøk til tey børn, sum hava tørv á hjálpini. Kristina heldur eisini, at hesin hugburður er munandi broyttur. Tað sæst eisini á, at nú eru tað í stóran mun foreldur og avvarðandi sjálvi, sum venda sær til barnaverndartænastuna. Umframt barnaverndartænasturnar kring landið er eisini Føroya Barnaverndarstova, sum heldur til í Havn. Hon hevur eina meira yvirskipaða uppgávu. Millum annað at veita barnaverndartænasturum fakliga hjálp og vegleiðing, og tað er Kristina sera fegin um. Tað er sera gott hjá okkum at vita, at har kunnu vit fáa holla hjálp á mongum økjum, bæði løgfrøðisliga, sálarfrøðisliga og á annan hátt, sigur hon. Sundurgreiningin horvin Við nýggja sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hvørvur sundurgreiningin longu komandi ár. Tilsamans fáa limirnir eina lønarhækking komandi trý árini, ið svarar til umleið 5,5 prosent. Eftir tógvið stríð í vetur og heyst um sundurgreiningina, sum var orsøk til at Starvsmannafelagið longdi gamla sáttmálan, fegnast Starvsmannafelagið um, at tað hevur eydnast at fáa differentieringina burtur. Tó mátti Starvsmannafelagið góðtaka eina differentiering fyrsta árið av sáttmálaskeiðinum. Hinvegin verður ongin differentiering frá oktober 2013 og restina av sáttmálaskeiðinum. Sáttmálin gevur eina lønarhækking á 440 krónur frá 1. oktober í ár til allar lønir upp til 32.000, og linjurætt fall upp til 50.000. 1. oktober 2013 verður ein lønarhækking á 190 krónur umframt eina hækking á 0,9%, og 1. oktober 2014 hækkar lønin 1,9 prosent. Sostatt dettur differentieringin burtur longu komandi ár. Umframt lønarhækking eru millum annað eisini onkrar umflokkingar og annað komið inn í nýggja sáttmálan við Fíggjármálaráðið. Vit ynsktu trý ára sáttmála Skuldu vit fáa nakað munagott burturúr, var neyðugt við sáttmála yvir nøkur ár. Harafturat krevja sáttmálasamráðingar nógva orku, sum vit eisini vilja nýta til onnur endamál, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Samanumtikið eru vit nøgd við eina lønarhækking yvir trý ár, umframt tað at vit fingu orða nøkur viðurskifti í sáttmálan, sum vit leggja stóran dent á. Treyðugt so, vit kundu ynskt okkum meira, men hetta bleiv so tað. Tað sigur forkvinna Starvsmannafelagsins, Selma Ellingsgaard, sum eisini er fegin um at hava fingið ein trý ára sáttmála. Hon heldur, at skuldu tey fáa nakað burturúr, sum munaði nakað, varð neyðugt við einum sáttmála yvir eitt ávíst tíðarskeið. Harafturat er tað rættiliga arbeiðskrevjandi at fara til samráðingarborðið á hvørjum ári. Men hóast sáttmálin gongur yvir trý ár, og ikki kann sigast upp í hesum tíðarskeiði, er tó ein orðing í semjuni sum sigur, at partarnir eru samdir um 1. oktober 2013 at umrøða sáttmálan, um munandi broytingar, ið hava ávirkan á lønarlagið, eru farnar fram í samfelagnum. Ítøkiliga sigur nýggi sáttmálin um lønargongdina, at 1. oktober í ár hækkar mánaðarlønin við 440 krónum. Hetta galdandi fyri tey, sum forvinna undir 32.000 krónur Tey, sum forvinna 50.000 krónur, fáa onga lønarhækking. Um eitt ár, 1. oktober 2013, hækka mánaðarlønirnar við 190 krónum + 0,9%, og tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarløninar aftur við 1,9 prosentum. Rúmligur arbeiðsmarknaður Starvsmannafelagið ynskir ein rúmligan arbeiðsmarknað, har øll hava rættindi at luttaka á arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur felagið gjørt vart við í longri tíð, og nú eydnaðist tað at fáa eina orðing hesum viðvíkjandi við í sáttmálan. Almenni arbeiðsgevarin vil vísa vælvild og rúmd mótvegis fólki við skerdum førleikum, starvsfólki, sum gerast sjúk meðan tey eru í arbeiði, ella koma út fyri vanlukkum, so hesi kunnu hava ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hetta kann millum annað gerast so at hesir starvsbólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði verða gjørt undir serligum treytum. Afturat hesum er hendan orðing komin í sáttmálan um trivnað á arbeiðsplássinum. Partarnir eru samdir um at fara undir í felag at skipa fyri átøkum, sum kunnu økja trivnaðin í tí almenna geiranum. At fáa hetta brotið við í sáttmálan eru vit eisini fegin um, ásannandi hvussu stóran týdning tað hevur, sigur Selma, sum veit at siga um fleiri dømi um beinleiðis mistrivnað á arbeiðsplássum, sum hevur fingið stórar avleiðingar fyri starvsfólk. Í fyrsta lagi eru Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið samd um at skipa fyri eini ráðstevnu at varpa ljós á hesi viðurskifti. At vit nú eisini fingu nýggjan sáttmála í lag sama dag sum undanfarni fór úr gildi, fegnist eg ikki minst um, takkað verið báðum pørtum, sum hava lagt stóran dent á at samráðingarnar hesaferð ikki komu í drag, sigur Selma Ellingsgaard. Kreppan í fokus NTR ráðstevnan viðgjørdi millum annað fíggjarligu kreppuna úti í heimi, orsøkir til kreppuna, avleiðingar og møguligar loysnir. NTR ráðstevnan varð hesuferð hildin í Falkenberg í Svøríki í juni. Umboð fyri øll Norðanlondini vóru á ráðstevnuni. Fyrilestrar og workshoppir vóru á skránni. Kreppan byrjaði í USA, tá Lehman Brothers í USA fór á húsagang, og hetta spjaddi seg sum ringar í vatni til Evropa. Á framløgunum kom fram, at kreppan er stór, ein fyrilestrahaldari helt, at hetta var ringasta kreppa í Evropa síðan 1930'árini. Í Evropa er kreppan orsøk til, at arbeiðisloysi í ES londunum eru 10,7 prosent, og at talið er vaksandi. Ein annar framløguhaldari segði, at fyri at sleppa úr kreppuni, er týðningarmikið at fáa vøkstur aftur og at fáa fleiri fólk í arbeiði. Skipað var eisini fyri sokallaðum kafé borðum, har hvørt landið greiddi frá viðurskiftum í heimlandinum. Niels á Reynatúgvu, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, greiddi millum annað frá ALS skipanini her í Føroyum, sum er munandi øðrvísi enn A-kassarnir í hinum Norðanlondunum. Stórur áhugi var at hoyra meira um ALS. Næsta NTR ráðstevnan verður í Íslandi 25. til 28. august komandi ár. Starvsmannafelagið skipaði fyri álitisfólkaskeiði fyri verandi álitisfólk í døgunum 4. til 7. juni. Skeiðið varð hildið umborð á Norrönu á veg til Íslands. Hetta er fyrsta álitisfólkaskeið av hesum slag. Tað hevur verið eitt ynski frá álitisfólkunum at fáa fleiri skeið enn bara grundútbúgvingina. Tað er tørvur á at menna vitanina innan hesa álitisuppgávu. Tí valdi felagið at skipa fyri hesum skeiði, við hesum evnum á skránni. Pláss var fyri 50 luttakarum, og skeiðið var fullsett. Skeiðið byrjaði mánamorgunin 4. juni, tá Sigmund kom umborð og helt fyrilestur. Av Havnini varð farið kl. 14.00, við kós móti Íslandi. Veðrið var gott allan vegin, og tá lagt varð at bryggju týsmorgunin, hevði Rigmor sín fyrilestur. Seinnapartin fór alt ferðalagið eina útferð við bussi til vatnið við Egilsstaðir. Hetta er tað, sum tey í Íslandi kalla runt Lögurinn. Har varð steðgað í Hallormstaði til ein kaffimunn, og síðani varð farið til Egilsstaðir, har møguleiki var at svimja og spáka í býnum. Mikumorgunin gekk leiðin til Reyðafjarðar, har felagið hevði lánt høli í fakfelagshúsinum hjá AFL. Anna Johannesen hevði fyrilestur, og tey, ið varaðu av íslendska fakfelagnum, greiddu frá teirra arbeiði og bygnaði felagsins. Tá komið varð umborð aftur seinrapartin mikudagin, hevði Bergtóra Høgnadóttir Joensen sín fyrilestur. Lagt varð frá landi kl. 20, og morgunin eftir helt Bergtóra áfram við sínum fyrilestri. Ferðalagið var aftur á Havnini um trítíðina eftir ein góðan og gevandi túr. Afturmeldingarnar frá luttakarunum vóru sera jaligar. Álitisfólkaskeið Sum fastur táttur er, verða grundskeið eitt og tvey hildin fyri nývald álitisfólk. Vit høvdu val av álitisfólki í oktober í fjør. Hesi hava verið á grundskeið eitt í vár, og nú í september hava tey so verið til grundskeið tvey. Skeiðið varð hildið í tveimum umførum, tí luttakaratalið var oman fyri 30. Og aftur hesuferð varð tað hildið sum internatskeið á Gjáargarði við Gjógv. Aftur og aftur eydnast Starvsmannafelagnum at fáa staðfest ólógligar uppsagnir. Men einki hendir. Eingin verður ábyrgdaður fyri starvsligu lagnuna hjá hesum fólkum. Eingin verður ábyrgdaður fyri tann stóra fíggjarliga miss, sum tað almenna ofta hevur av slíkum málum Eitt gott dømi er uppsøgn av trimum persónum í Uttanríkisráðnum, harav tveir eru limir í Starvsmannafelagnum. Niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni er fult í samsvari við áskoðan og kæru Starvsmannafelagsins. Uttanríkisráðið segði teimum upp, tí teirra arbeiðsuppgávur skuldu niðurraðfestast vegna sparingar, sum stóðust av lægri játtan á fíggjarlógini. Tær arbeiddu við marknaðarføring av Føroyum uttanlands. Ein løgfrøðiliga sera væl orðað grundgeving fylgdi við. Nakað við at ráðið hevði gjørt eina meting av, hvørjar persónar eitt skert ráð vegna sparingar best kundi vera fyriuttan í mun til tær tillagaðu uppgávur, sum tað skerda ráðið skuldi taka sær av. Beint eftir hetta, ella um sama mundið, var uttanríkisráðharrin í pressuni og segði, at nú vildi man av álvara seta gongd í marknaðarføring av Føroyum uttanlands, og at ein heil deild í Uttanríkisráðnum skuldi setast á stovn til hetta. Vit kenna øll lagnuna hjá Uttanríkisráðnum, men avgerð tess varð kærd til Løgingsins Umboðsmann. Hennara álit og avgerð sigur sína greiðu søgu. Brot eru aðrastaðir á síðuni. Løgtingsins Umboðsmaður heitti á løgmann um at viðgera málið av nýggjum. Eftir øllum at døma hevur løgmaður kannað, um starv var leyst til hesar ólógligu uppsøgdu limir felagsins aðrastaðir í skipanini, men úrslitið av slíkari roynd sigur seg næstan sjálvt. Her er ikki pláss fyri tykkum. Og tað var so bara tað, sum var endin av hesi søgu. Eingin avleiðing av nøkrum slag fyri álvarsligt brot á grundleggjandi fyrisitingarligar reglur. Nú er tó stevnt í málinum við kravi um endurgjald, so vit fáa at síggja. Hetta var bert eitt dømi. Í fleiri øðrum førum hevur felagið fingið niðurstøður av líknandi slagi, og tá hevur tað enntá verið so galið, at starvsfólk eftir avgerð frá ráðnum ella Løgtingsins Umboðsmanni formliga hava hildið fram í starvinum. t.e. at avgerðin um uppsøgn er annullerað. Hesi hava so fingið løn í mangar mánaðir, meðan arbeiðsgevarin hevur reparerað uppsøgnina onkusvegna. Hetta hevur havt stórar fíggjarligar avleiðingar fyri avvarðandi stovnarnar, men okkum vitandi enn ikki fyri teir sentralu perónarnar, sum hava tikið tær ólógligu avgerðirnar. Hóast hendan teldupost frá deildarstjóranum er tað einki, sum vísir, at aðalstjórin ella onnur í leiðsluni í Uttanríkisráðnum hava gjørt nakrar ætlanir fyri, hvussu Uttanríkisráðið framyvir skal skipast við skerdari játtan, og hvørji starvsfólk ráðið best kann verða fyri uttan sæð í mun til tær uppgávur, sum skulu røkjast framyvir í Uttanríkisráðnum. Eg haldi, at viðgerðin av hesum máli hevur verið alt annað enn nøktandi. Tað er samstundis mín fatan, at Uttanríkisráðið í sambandi við sparingar og bygnaðarbroytingar als ikki hevur gjørt nakra meting av framtíðarvirkseminum og starvsfólkahópinum samanhildið við tær uppgávur, sum eitt skert Uttanríkisráð skuldi røkja. Tann manglandi fyrisitingarliga viðgerðin í hesum máli haldi eg vera grundleggjandi feilir í málsviðgerðini, og fari eg tí at geva Uttanríkisráðnum eina álvarsliga átalu fyri hetta. Vísandi til hetta fari eg at mæla løgmanni til at umhugsa at taka hetta málið uppaftur til nýggja viðgerð. Av tí, at eg haldi talan hevur verið um álvarslig brek við viðgerðini hjá Uttanríkisráðnum í hesum málinum, verður álitið samsvarandi grein 10, nummar 1 í umboðsmanslógini sent formansskapinum í Løgtinginum til kunningar. Tær vælsignaðu rutinur. Vit kenna hann øll. Gerandisdagin við øllum sínum kendu og slitnu rutinum. Ikki er hann altíð so væl lýddur, stakkalin, tí hann kemur og fer sum eitt treiskt óundansleppandi og ævinligt gonguverk, sum plágar okkum við sínum afturvendandi uppgávum. Vekjaraklokkan, sum skræðir okkum og tungar barnakroppar úr flógvum dreymum, klæðini, sum skulu slítast av snórunum, tí vit altíð hava skund og mugu ikki koma ov seint, matpakkarnir og klepruta livradeiggið, kaldu morgnarnir og hostin hjá hinum í bussinum, arbeiðið, foreldrafundirnir og ráðleggingardagarnir, sum altíð koma óvart á, tá dyrnar eru læstar á ansingarstovninum, innkeypini, matgerðin, plágan av dusti og óruddi, sum skal fáast av vegnum. Gerandisdagurin er ikki litrík kalypso. Her valdar stakkato og rákøld afturvendan. Og so koma grunnir dreymar um 14 dagar sunnanfyri, um alt, ið verður so deiligt, tá próvtøkan er staðin, uppgávan gjørd, børnini undankomin, lánini afturgoldin og gerandisdagurin er av. Men tá tað so hendir, og tað ger tað av og á hjá okkum øllum, at gerandisdagurin brádliga verður sundurskræddur, so fara vit at leingjast eftir honum. Tá óhapp, sjúka ella arbeiðsloysi knappliga rakar, er tómin skerandi, har vælkendi gerandisdagurin áður var valdandi. Tá gerandisdagurin ikki longur kann vera, og tú ístaðin noyðist at liggja ella vitja á sjúkrahúsi, so stendur angin av rutinubryggjaðum morgunkaffi heima í skarandi andsøgn við deymin av antiseptikki, sum nú stingur í nasarnar. Tá eingin hurran og tuskan, áðrenn skúlaklokkan hjá børnunum ringir, og arbeiðsgevarin setir morgunfundin, er longur, og tú ístaðin brúkar dagin at lurta eftir klikkjunum av sekundvísaranum, tí tú nú hevur mist arbeiðið, og eingin tykist minnast tínar førleikar og hvaðna minni hava tørv á teimum, so gerast minnini um gerandisdagin til sváran longsul. Tá kenst tað, sum standa vit uttanfyri. Tá vilja vit sleppa upp í aftur gerandisdagin og fáa lut aftur í hansara tryggu gongd við normalum arbeiðsuppgávum, temunnum og hurran og tuskan. Tá minnast vit, at vit als ikki góvu gerandisdegnum ta æru, hann í veruleikanum hevur uppiborið. Eitt slíkt herindi av ringari samvitsku um at hava tikið gerandisdagin sum sjálvfylgju, fekk meg nú ein dagin at leita góða og gamla Dan Turéll fram aftur, har hann fagnar júst gerandisdegnum. Fólkafundurin var eitt gott høvi at kunna um okkara virksemi og svara spurningum frá teimum mongu vitjandi, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Vit ynskja at okkara fakfelag er sjónligt. Vit vilja fegin vera til staðar tá møguleiki er at hitta bæði okkara egnu limir og fólki annars. Tí hildu vit hetta vera eitt gylt høvi at luttaka á fólkafundinum, sigur Selma Ellingsgaard, sum nú, eftir fólkafundin, er fegin um at tey vóru við. Felagið hevði gjørt seg út við ymiskum tilfari, og alla tíðina fólkafundurin vardi, vóru nevndarlimir á básinum, sum kundu greiða teimum mongu vitjandi frá virksemi felagsins og annars tí, sum fólk vóru forvitin eftir at frætta um. Selma heldur tað eisini hava stóran týdning, at tey á hendan hátt komu í tætt samband við eitt nú onnur fakfeløg og politikarar, sum tey har kundu práta saman við á ein øðrvísi og óformligan hátt, enn tey annars eru von við. Fakfelagsarbeiðið snýr seg jú eisini um mangt annað enn sáttmálasamráðingar. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum er serliga fegin um, at tað vóru so mong ung, sum komu á básin felagsins og sýndu áhuga fyri tí tilfari, sum har var. Og spurningar trutu ikki. Hon dylur ikki fyri, at áhugin millum ung fyri faksfelagsarbeiði hevur ikki verið hin størsti. Hvørki her hjá okkum ella í londunum uttan um okkum, so her hómar hon glottar framman stavn. Felagið er sera áhugað at fáa ungfólk á tal, og til tess høvdu tey eisini gjørt ein serligan faldara, sum greiðir frá ymiskum viðurskiftum i fakfelagsarbeiði og hvønn týdning limaskapur í einum fakfelagi hevur. Í nevndini hava tey mangan umrøtt hvussu tey best kundu fáa tey ungu á tal. Ein møguleiki er at fáa loyvi til at vitja eldru skúlaflokkar í fólkaskúlanum eins væl og miðnámsskúlarnar, sigur Selma. Á fólkafundinum hesaferð náddu tey í Starvsmanafelagnum ikki at skipa fyri øðrum tiltøkum enn luttøku við einum bási, men tað verður ivaleyst gjørt næstu ferð fólkafundur verður. Tá ætlar felagið so avgjørt eisini at vera við, sigur forkvinnan, sum annars eisini luttók á onkrum pallborðsfundi. Støk við smærri børnum eru ringast fyri Mangt hevur í longri tíð bent á, at tað eru fólk í Føroyum, sum eru illa fyri fíggjarliga, men tøl fyri hvussu til stendur, hava ikki verið til taks. Nú hevur Hagstovan sett spón í greytin og gjørt eina inntøkukanning At tiltakið Í menniskjum góður tokki, saman við øðrum hjálpartiltøkum, hevur fingið so góða undirtøku, sigur ikki so lítið um at tað eru fólk, sum eru rættiliga illa fyri fíggjarliga og sum hava hjálp fyri neyðini. Men, sum í so mongum øðrum førum, tá tað snýr seg um hagtøl, eru eingir neyvir upplýsingar at halda seg til enn einstakar persónligar frásagnir og gitingar. Hetta fekk løgtingið at heita á Hagstovuna um at fáa nøkur tøl á borðið, soleiðis at ein greiðari mynd kundi fáast av hvussu til stendur hjá føroyskum húskjum. Hagstovan legðist ikki á boðini, og í fjør almannakunngjørdi Hagstovan eina hagtalslýsing av inntøkuviðurskiftunum hjá borgarunum í Føroyum. Hendan lýsing bygdi á inntøkurnar fyri 2009, og árið eftir var sama kanning endurtikin, og ætlanin er at halda fram komandi árini. Í kanningini mátar Hagstovan peningainntøkurnar hjá borgarunum og húskjum. Talan er um løn fyri arbeiði og vinning frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum eftirlønir, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur. Harafturat ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævainntøkur og aðrar kapitalinntøkur. Hesi tøl vísa, at miðinntøkan brutto, tá allir føroyingar, 15 ár og eldri, eru roknaðir við, var í 2010 stívliga 212.000 krónur í mun til slakar 210.000 krónur árið fyri. Í fátækraváða Sambært Hagstovuna er mest brúkta aðalmát fyri fátækt, hvussu stórur partur av borgarunum, sum eru í fátækraváða. Tey sum eru í fátækraváða, er tann parturin av fólkunum, sum hava minni inntøku enn 60% av miðinntøkuni. Tað er tó ikki givið, at júst hesin parturin av borgarunum veruliga er fátækur, men kortini mest sannlíkt, at hesi eru ringast fyri í landinum. Hagstovan ger eisini vart við, at talan er um relativt fátøk, sum merkir, at hesi hava ikki somu peningaliga møguleikar sum onnur. Høgni P. Vilhelm, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur, at talan er um eina inntøkukanning, sum gevur okkum fakta um inntøkuviðurskiftini í Føroyum. Spurdur um hugtakið at vera í fátækraváða sigur hann, at hetta fátækramarkið er tað, sum aloftast verður nýtt altjóða, tá fátækt verður umtalað. Eitt nú tá fátækradømi ella barnafátækradømi verður lýst í Danmark, so er tað hetta mát sum verður nýtt. Spurdur víðari, um hann vil siga, at teir Føroyingar, sum eru undir roknaða fátækraváðamarkinum, veruliga eru fátækir, so veit hann sjálvandi ikki hetta at siga, tí hvat er tað at vera veruliga fátækur í Føroyum. Tað er ikki staðfest enn. Men tað er einki at ivast í, at tey, sum eru undir hesum markinum, eru relativa nógv verri fyri at gera sær dælt av øllum teimum nýtslumøguleikunum, sum standa teimum í boði. Støk ringast fyri Í kanningini hjá Hagstovuni verður ikki lagt so nógv í týdningin av inntøkuni hjá hvørjum einstøkum borgara, men heldur í samlaða húskinum, sum hann ella hon er partur av. Hetta gevur eina sannari mynd av nýtslumøguleikunum. Tað kann jú vera, at ein persónur í húskinum hevur eina lítla inntøku, men býr saman við einum við stórari inntøku. Sostatt hevur samlaða húskið, hóast íkastið hjá persóninum við lítlu inntøkuni er rættiliga avmarkað, eina rættiliga stóra samlaða inntøku. Tí verður hildið, at inntøkan hjá húskinum er betra mátið fyri vælferðini enn inntøkan hjá einstaklinginum sjálvum. Hagstovan roknar eftir hugtakinum javnvirðis miðinntøka. Um hetta hugtak sigur Hagstovan, at javnsvirðisinntøka er ein vektað inntøka, sum verður roknað fyri at kunna sammeta nýtslumøguleikarnar í húskj- unum, óheft av stødd og samanseting á húskjum. Fjølmentasti aldursbólkurin í fátækraváða eru tey, sum eru farin um tey 67 árini. Í hesum bólki eru uml. 1000 fólk, ella sløk 18 prosent, í fátækraváða. Í tali eru tey kortini færri enn børnini og tey ungu upp til 17 ár, har eru 1.164 í fátækraváða. Børn og ung upp til 17 ára aldur eru eisini lutfalsliga langt undir markinum fyri fátækraváða. Fleiri kvinnur Í flestu aldursbólkum eru fleiri kvinnur enn menn í fátækraváða. Størstur er munurin í aldrinum 18 til 24 ár, har nærum tvífalt so nógvar kvinnur sum menn eru í fátækraváða. Einki verður sagt um orsøkirnar, men hugsast kann, at fleiri kvinnur enn menn eru undir útbugivng, og eru tí ikki í sama mun í lønandi vinnu. Í elsta bólkinum, fólk frá 67 og eldri, eru 21 prosent av kvinnum í fátækraváða og 13 prosent av monnum í somu støðu. Ringast sunnanfyri Hyggja vit eftir inntøku og fátækraváða ymsastaðni í landinum finna við lægstu inntøkurnar sunnan fyri Skopunarfjørð. Í 2010 er javnvirðis miðinntøkan í Suðurstreymoyar sýslu 7 prosent hægri enn tann í Vágum, har hon er næsthægst, og 16 prosent hægri enn tann í Sandoyar Sýslu, har miðinntøkan er tann lægsta í landinum. Vága, Eysturoyar, Norðoyar og Norðstreymoyar sýslur hava áleið somu miðinntøku, meðan Sandoyar og Suðuroyar sýslur liggja í lægsta endanum. Tað er bert í Norðoyar og Suðuroyar sýslu, at eyðsýndur vøkstur er í inntøkunum millum 2009 og 2010. Størsta broytingin er fallið í inntøkum í Sandoyar sýslu frá 2009 til 2010. Eitt stórt húski má hava størri inntøku enn eitt minni húski fyri at hava somu nýtslumøguleikar. Tað kostar jú meiri at føða og klæða eitt stórt húski enn eitt minni húski. Men tað eru eisini stórrakstrarfyrimunur at liva í einum stórum húski. Tað er ikki soleiðis, at um eitt húski er fimm fólk, so hevur tað brúk fyri øllum fimmfaldað til dømis av elorku, hvítvørum, osfr. í mun til ein stakan persón og soleiðis er ikki neyðugt, at tað stóra húski hevur somu miðalinntøkuna fyri hvørt fólk, sum tann staki, fyri at hava somu nýtslumøguleikar. Miðinntøkan er tann mittasta inntøkan. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og helvtin minni. Inntøkukanningin vísir heilt greitt, at stakir uppihaldarar við smábørnum, eru nógv ringast fyri. Í bólkinum støk við yngsta barninum millum 0 til 5 ár eru 752 fólk. Av teimum eru ikki færri enn 428 ella 56,9 prosent, í fátækraváða. Næst teimum ringast fyri er bólkurin støk við ongum barni, og støk, har yngsta barnið er millum 6 og 17 ár, har ávikavist eru 26,5 og 29,7 prosent í fátækraváða. Allir aðrir bólkar eru munandi betri fyri. Samanlagt fyri øll húski í Føroyum eru 3.868 fólk ella 8,2 prosent hildin at vera í fátækraváða. Borgarar í fátækraváða í Føroyum telja 8,5 prosent í 2010. Í Suðurstreymoyar, Eysturoyar og Norðurstreymoyar sýslum er parturin nakað minni. Fátækraváðin í tveimum sýslum, Sandoyar og Suðuroyar sýslum, er munandi hægri enn í landium annars, við ávikavist 15 og 13 prosentum av borgarunum. Frá 2009 til 2010 minkar fátækraváðin í sýslunum yvirhøvur, og er størsta minkingin í Suðuroyar, Vága og Norðoya sýslum. Hesar sýslur hava eisini framgongd, tá talan er um mið javnvirðisinntøkur. Føroyar best fyri Sambært kanningini hjá Hagstovuni eru fáir borgarar í Føroyum undir markinum fyri fátækraváða samanborið við ES lond. Viðmerkjast skal, at inntøkukanningin er gjørd eftir altjóða leisti og soleiðis sambærlig við onnur lond. Høgni P. Vilhelm sigur, at kanningin, sum Hagstovan hevur gjørt, er eitt av mongum parametrum at viðgera tílíkar spurningar. Høgni P. Vilhelm sigur, at tey við kanningini hava gjørt lítið av at gera metingar út frá úrslitunum. Tað kundið verið rættiliga upplagt fyri eitt nú samfelagsgranskarar at granska meira í, heldur hann. Tað er ikki ein sjálvfylgja, men ein fylgja av at standa saman Tað er ymiskt hvat vit meta um hvønn einastandandi sáttmála, sum verður undirskrivaður ella hvat krónurt burturúr hvørjum einastandandi verkfalli. Og tað vil so vera. Men hyggja vit gjøgnum tíðina er einki at ivast í, at fakfeløg hava ein týðandi leiklut fyri hvønn einstakan og fyri arbeiðstakarafjøldina yvirhøvur. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit hava tey rættindi, ið vit hava, at viðurskifti verða regulerað og dagførd, men tað er áhaldandi arbeiði, sum gjøgnum tíðina verður gjørt fyri at hava virðilig arbeiðsviðurskifti. Hetta áhaldandi arbeiði hjá fakfeløgum er ikki bara gagnligt fyri arbeiðstakarafjøldina ella einstaka limin, men er neyðugt fyri samfelagið, skal tað hava eina framtíð í javnvág. Síggja vit fyri okkum eitt samfelag, ið spruttar av orku og er í menningi, ja so er fortreytin at fólkið trívist og hevur livilíkindi. Tað eru grundleggjandi virðir, ið gera okkum eydnurík, og kunnu hesi ikki gerast upp í krónum, men tað er ein sannroynd, at vit mugu gjalda við krónum fyri nógv av tí, ið er neyðugt fyri at liva, og tað eru tær fortreytir, sum skulu skipast soleiðis at vit hava møguleika og orku at stríðast fyri í felag at byggja okkara samfelag, har rúm er fyri okkum øllum. Nú vit aftur eru har, at sáttmálaskeiðið er um at vera runnið, møguliga nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, ella ikki. Vit hava ymiskar førleikar og ymiskan áhuga og eru ymisk av lyndi, men vit hava øll ynski um at vera við og gera mun, og tað er bert í ymiskleika og í felag, at vit megna at skapa eina framtíð og eitt samfelag, sum er í framfýsni. Tí er tað avgerandi neyðugt, at okkara samfelag og viðurskifti verða skipað soleiðis, at vit gagnnýta tilfeingi, vitan og førleikar og virðismeta hvønn einstakan og soleiðis røkka høgum málum fyri landi og fólki, ið her velur at liva sítt lív. Vit eiga ikki at dríva rovdrift ella leggja okkum á yvirflóðina, men lata øll sleppa framat at gera mun at byggja land okkara á burðadyggan hátt. Vit síggja at kapitalur og sjálvsøkni einsamalt hava spælt fallit, og tí er tað neyðugt at vit saman taka ábyrgd og í felag skapa tað samfelag, ið er í menning. Vit hava so dýrabær virðir og nógvar møguleikar her í landinum, at um vil velja at fanga hvønn annan uppá tað góða og brúka møguleikarnar og ikki læsa okkum í botnlinjur, men hyggja eftir sosialkapitalinum eisini, tá fara vit at síggja eitt eydnuríkt samfelag, eitt samfelag í javnvág sum spruttar av orku og gleði, har fólkið vil vera og eitt land í menning. Dómari má ikki vera smásárur Sigur Jens Albert Simonsen, sum hevur verið fótbóltsdómari í bestu deildini seinastu 20 árini og í 12 ár eisini virkað sum altjóða dómari. Ítrótturin hevur frá barnsbeini havt hansara stóra áhuga. Hann var ikki meira enn átta ára gamal, tá hann fór at spæla badminton og fótbólt, og hann hevur verið virkin leikari í øllum ungdómsdeildunum í fótbólti á heimaliði sínum MB. Umframt at vera virkin fótbóltsleikari dømdi hann eisini onkran dystin. Talan er um Jens Albert Simonsen. Mær dámdi væl at spæla fótbólt, men tá eg kom at spæla í vaksnamannadeildini ásannaði eg, at eg neyvan fór at teljast millum frægastu leikararnar. So eftir hálvt ár í vaksnamannadeildini gavst eg at spæla, samstundis sum dømingin vant uppá seg. Og tað dámdi mær sera væl, sigur Jens Albert, sum heldur, at áhugin fyri at døma komst kanska eisini frá pápa hansara, sum var virkin fótbóltsdómari frammanundan. Góður felagsskapur Spurdur um hvat tað er, sum ger tað so spennandi at døma, er Jens Albert skjótur at svara: Felagsskapurin millum dómararnar. Vit eru ikki so nógvir í tali, einir hálvthundrað, og flestu okkara savnast fleiri ferðir um árið, umframt um vikuskiftini í sambandi við dystir. Soleiðis er ein framvegis virkin í fótbólti, men bara á ein heilt annan hátt enn ein var sum aktivur leikari, sigur Jens Albert, sum tók prógv sum dómari í 1991 og byrjaði at døma í bestu deildini tvey ár seinni. Og tað ger hann framvegis. Krøvini til dómararnar eru rættiliga nógv broytt seinnu árini. Áður var tað so, at liðini høvdu ábyrgdina av at fáa dómara til vega, men seinni hevur FSF tikið sær av tí og ger av hvør skal døma hvønn dystin. Hetta er galdandi bæði fyri dómaran á sjálvum vøllinum og teir á báðum síðulinjunum, og tað er sum linjudómari, at Jens Albert sum oftast hevur sína uppgávu. Sum hann sjálvur sigur, so hevur hann pappírini at brúka floytuna, men ikki tær drúgvu royndirnar. Tað er, sum vera man, týdningarmikið at dómararnir fylgja við hvat hendir í fótbóltsheiminum. Teir luttaka tí á skeiðum á hvørjum ári, har teir gjøgnumganga ymiskt tilfar frá eitt nú Fótbóltssambandinum eins og frá UEFA og haraftrat, og ikki av minsta týdningi er at dómarar práta sínámillum um praktiskar royndir hvør hjá øðrum. Jens Albert sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at dómarar døma so eins sum gjørligt. Millum krøvini, sum sett verða dómarum er, at teir heilsuliga skulu vera væl fyri. Fleiri rennitestir eru á hvørjum ári, umframt at FIFA eisini krevur læknaváttan frá teimum, ið døma altjóða dystir. Samskiftið millum dómararnar Tað er sjálvandi umráðandi, at samskiftið, millum dómaran á vøllinum og teir báðar við vøllin, er so gott sum gjørligt, og til tess er leinkjan, teir hava um høvdið, til stóra hjálp, sigur Jens Albert. Hetta hevur verið vanligt uttanlands eina tíð, og í ár eru føroysku dómararnr í fremstu deildini eisini farnir at nýta hetta tráðleysa samband til at samskifta sínámillum. Jens Albert sigur, at hetta amboðið ger mangan tað, at ivamál kunnu avgreiðast í somu løtu, okkurt er hent eins og til ber at fyribyrgja onkrar óhepnar hendingar. Hann leggur aftrat, at sum oftast eru dómari og linjuverji samdir, men onkur tvístøða kann sjálvandi eisini koma fyri, og so hevur dómarin seinasta orðið. Og soleiðis skal tað vera. Ikki smásárur Sum dómari ella linjuverji skalt tú ikki vera smásárur, tí tað er minni enn so altíð, at áskoðarar eru samdir við dømingina. Tá kunnu skolurnar regna niður yvir linjuverjan, sum er nærmast ónøgdu áskoðarunum, men tað eigur tú ikki at taka tær tykni av. Gerst tú tað, heldur tú ikki leingi sum dómari, sigur Jens Albert, sum heldur, at rættiliga stórur munur er á at døma í Føroyum í mun til uttanlands. Her hjá okkum eru viðurskiftini smá, og tú hittir mangan bæði leikarar og áskoð- arar í gerandisdegnum. Hetta kenna útlendskir dómarar ikki til og hava eisini mangan borið upp á mál, júst hesi serligu viðurskifti í mun til tað, teir eru vanir við. Tað kann Jens Albert eisini tosað við um, tí hann hevur verið altjóða dómari, ella rættari sagt linjuverji, seinastu 12 árini. Hesi árini hava verið ógvuliga upplivingarrík, millum annað tí at tú á hendan hátt er komin víða um og hevur vitjað lond, sum tú neyvan var komin til sum vanligt ferðafólk, sigur Jens Albert sum heldur, at sjálvir dystirnir eru ikki so nógv øðrvísi burtursæð frá munandi størri ferð yvir leikgongdina. Aðalmunurin við dømingini er, at tú kennir hvørki leikarar ella áskoðarar, og teir kenna ikki teg, og leikarar góðtaka í størri mun avgerðirnar hjá dómaranum. Tað ger seg eisini galdandi, bæði tá føroysk lið leika uttanlands, og tá útlendsk lið koma higar at leika móti føroyingum. Hesi mongu árini sum dómari hava verið bæði gevandi, avbjóðandi og spennandi, og eg havi ongar ætlanir um at gevast. Ikki enn í hvussu er, sigur Jens Albert Simonsen, sum, eftir arbeiðstíð, er gamal í garði sum fótbóltsdómari. Seinasta árið hevur Danmark havt formansskapin í NSO og var eisini vertur fyri árligu ráðstevnuni í ár. Fyri Starvsmannafelagið luttóku Selma Ellingsgaard, Katrin Joensen, Svend Åge Seloy og Anna Johannesen. Á NSO-ráðstevnum luttaka eisini norðurlendsku arbeiðsgevararnir, og føroyska umboðið var Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini. Fíggjarkreppan í Europa setti dám á temaið á ráðstevnuni. Tveir fyrilestrahaldarar umrøddu hana eisini. Danin Per, sum hevði fyrilestur og sviin Bjørn, sum fyrr í ár skrivaði eina bók um evropeisku kreppuna og demokrati. Hetta vóru tveir sera áhugaverdir fyrilestrar um millum annað hvussu hart fíggjarkreppan hevur rakt í EU-londunum Grikkalandi, Spania, Portugal, Írlandi v.m. Tað er eingin loyna, at tað eru stórir mentanarligir og demokratiskir skilnaðir millum londini í Suðureuropa og okkum, serliga hvussu vit hava skipað okkara vælferðarsamfeløg. Umframt fyrilestrarnar, so hevði hvørt land sítt tema, sum tey greiddu frá og síðani fingu respons uppá frá luttakarunum. Áhugavert var at hoyra frá okkara systurfeløgum í hinum norðanlondunum millum annað frá SFR í Íslandi, sum setti spurningin, hvønn leiklut fakfeløgini skulu spæla í mun til menning av almennum tænastum. Greitt var frá tænastum, sum fakfeløgini í 3-partasamráðingum við almenna og privata arbeiðsgevaran, hava fingið stáplaðar uppá beinini. millum annað ein Rehabiliteringsgrunn, sum hevur til uppgávu, at taka hond um starvsfólk, sum verða rakt av sjúku, so tey varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, umframt útbúgvingargrunnar, sum stuðla eftirútbúgvingum. YS-stat í Norge hevði valt at seta fokus á arbeiðslívið, har skilnaðurin millum arbeiði og frítíð verður alt meira flótandi, eitt nú við heimaarbeiðsplássum, har arbeiðsgevarin letur starvsfólkunum teldu og smartphone. Víst varð til kanning, sum vísir, at 32% vóru kontaktað av arbeiðsgevaranum hvønn dag eftir arbeiðstíð. Hetta er ein trupulleiki sum vindur uppá seg, at starvsfólk hava ilt við at seta mark fyri, nær tey ikki skulu taka telefon og lesa teldupostar eftir arbeiðstíð og harvið leingja um arbeiðsdagin, uttan at hetta verður kompenserað afturfyri. Starvsmannafelagið greiddi í sínum uppleggi frá stóru broytingunum í okkara skatta- og pensjónsviðurskiftum, sum eru við til at grava djúpar gjáir millum rík og fátøk, og vísti á tær avleiðingar hetta kemur at hava fyri føroyska samfelagið. Víst var eisini á demografisku avleiðingina av fólkafráflytingini higartil og uppá longri sikt, við metlágum burðaravlopi, fráflyting og manglandi tilflyting av ungdómi eftir loknan lestur. Formansskapurin í NSO gongur uppá skift millum londini og komandi ár hevur Noreg formansskapin í NSO. Nú eru jólini aftur í hondum At árini ganga skjótt, er ein sannroynd. Tað tykist stutt síðani, at vit skuldu uppliva ógvusligu broytingina í skattaskipanini. Henda varð samtykt Tollaksmessudag fyri einum ári síðani. Hvussu eru ráðini til jólagávurnar, jólastásið og jólamatin í ár? Hetta munnu fleiri grunda yvir, nú fáir dagar eru eftir til jóla. At summi eiga fitt at keypa jólagávur fyri í ár, meðan onnur lítið og onki eyka hava at keypa fyri, er eisini ein sannroynd. Syrgiligt er tað, at neyðugt skal vera hjá mongum føroyskum familjum at dúva uppá jólahjálp, so tey kunnu halda eini líkinda jól, serliga børnini. Tað átti og eigur ikki at vera gjørligt, at munurin á teimum, ið hava og teimum, ið ikki hava, er so stórur og vaksandi. Tí peningasterka tørvar, at tann minni peningasterki eisini kann yvirliva, og umvent hevur tann peningaveikari tørv á, at tann peningasterkari letur frá sær. Soleiðis bleiv veruleikin tó ikki eftir 23. desember 2011. Teimum, ið onki manglaðu, bleiv givið, ikki teimum, ið stórstan tørvin høvdu á einum lætta. Øll eiga rættin til part av vælferðini, tað er so sjálvsagt. Tíðin, tá fólk livdu av olmussu, er langt síðani av, og vit mugu ikki enda aftur har, at fólk skulu liva av náði frá øðrum. At býta ágóðarnar so javnt sum tilber, ger okkum ríkari sum samfelag og ríkari sum menniskju. So mangar av jarðarinnar tvístøðum stava frá tí misjavna, sum er millum fólk, millum fólkasløg og tjóðir. Og mammon eigur eina ta størstu æruna av vanlukkuligu støðunum kring heimin og eisini æruna av tí støðu heimabúskapurin er og hevur verið merktur av í skjótt fleiri ár. Jólaboðskapurin er vakur. Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Latið okkum vilja samfelagnum og okkara meðmenniskjum tað besta; latið okkum ikki skerja og selja út av okkara vælferðsamfelag. Tað skal harafturímóti styrkjast og mennast, so fólkið trivist og gleðist um at vera ein partur av samfelagnum. Vælferð verður ikki fíggjað við skerjingum. Vælferðin verður ikki ment við at tænastur fækka og versna og at íløgur, ið gjørdar eru í menning og vitan, hvørva. Vælferðin verður ikki tryggjað við at samfelagið fær eitt bakkast, og at tað verður munandi dýrari at berja seg upp undan aftur. Um vit skulu kunna kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, skulu vit hjúkla um tey, ið tørva og veita dygdargóðar tænastur til allar borgarar í landinum. Við ynskjum um eini friðsæl jól, eitt vónríkt nýggjár og at vit ganga móti ljósari tíðum. Spyr okkara ráðgevar á heimasíðu okkara Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvi, sosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Unn skrásetur føroyskan tónleik Ein rættiliga stórur partar av fjølbroyttu uppgávunum, sum Unn Paturson hevur sum bókavørður á Landsbókasavninum, er at skráseta allan føroyskan tónleik til eina fullfíggjaða tjóðtónleikaskrá. Hetta er ein rættiliga nýggj uppgáva, sum meginbókasavn okkara hevur átikið sær. Men umframt hetta við føroyska tónleikinum hevur Unn nógvar aðrar spennandi uppgávur á sínum arbeiðsplássi. Unn er útbúgvin bókavørður á bíbliuskúla í Danmark, har hon tók prógv fyri tíggju árum síðani. Ein útbúgving sum, umframt at fáa kunnleika til bókmentir yvirhøvur, ikki minni snýr seg um vísindasøgu, vitanardeiling og teir nýggju og stóru møguleikar til vitanargransking, sum nýggj tøkni bjóðar okkum. Orsøkina til at Unn valdi hesa starvsleið sigur hon partvíst vera, at her er talan um praktiskt arbeiði sum bókavørður við rímiligum møguleikum at fáa eitt starv eftir útbúgving, og partvíst eitt sindur teoretiskt við bókmentum, vitan og vísindaástøði. Tað helt hon vera spennandi og hesum trívist hon framvegis sera væl við. Fjølbroytt arbeiði Arbeiðið sum bókavørður er rættiliga fjølbroytt. Eitt hitt fyrsta tú fært eyguni á, kemur tú á Landsbókasavnið, er eitt starvsfólk undir skeltinum leiðbeining, og her fært tú ta leiðbeiningina tær tørvar at finna tilfarið, tú leitar eftir. Unn Paturson arbeiðir sum bókavørður á Landsbókasavninum. Arbeiðið á bókasavninum snýr seg eisini um annað enn bøkur. Ein partur av hennara arbeiði er at skráseta føroyskan tónleik, umframt ymiskt tilfar til stovnar og skúlar kring landið. Unn sigur, at lánararnir, sum koma á Landsbókasavnið, eru rættiliga ólíkir í teirra tørvi á tilfari. Talan kann millum annað vera um ein miðnámsskúlanæming, sum leitar eftir tilfari til eina uppgávu ella verklætlan, ein granskari, sum, umframt at bíleggja og finna tilfar, vil hyggja í handrit, upprunatilfar hjá føroyskum rithøvundi, lesandi á hægri lærustovnum ella undirvísarar. At ein bókavørður er fysiskt til staðar á sjónligum stað er tí, at enn eru mong, sum koma á bókasavnið, soleiðis sum alíð hevur verið, men tey gerast alt fleiri, sum seta seg í samband við bókasavnið via telefon ella umvegis teldupost. Hesi eru vanliga tey sum vita júst hvat tilfar tey hava brúk fyri og vilja hava okkum at bíleggja tað. Ein partur av arbeiðinum er eisini at vegleiða fólki í nýtslu av stóra E til feinginum, sum gerst alt meira vanligt. Hetta at bókasøvnini flyta seg frá at vera eitt fysiskt stað til alt meira at virka á internetinum og teimum grunnum, sum har eru, er týðilig gongd, tí alt skal ganga skjótt fyri seg og fólk ynskja nýggjastu vitan innan tey ymisku økini. Tað merkir kortini ikki, at so nógv færri koma á Landsbókasavnið, tí her hava tey eisini møguleika til at nýta okkara tráðleysa internetsamband, so tey eru ikki so fá sum koma higar við egnari teldu at arbeiða við síni uppgávu, sigur Unn sum ásannar, at nógv er broytt seinastu árini, men gongdin hevur ikki gingið so skjótt sum mong spáddu. Tað vóru tey, sum fyri eini tíggju árum síðani søgdu seg rokna við, at í dag fór eingin bók at vera longur á bókasavninum. Jú, e-bókin vindur uppá seg, men hetta hevur ikki gingið so skjótt sum man roknaði við, sigur Unn. Tjóðtónleikaskrá Tað sum í løtuni fyllir nógv í arbeiðinum hjá Unn er skráseting av føroyskum tónleiki. Um arbeiði við føroyska tónleikinum greiðir Unn soleiðis frá. Eg arbeiði við at gera ein føroyskan tónleikalista, ella tjóðtónleikaskrá, har eg savni inn og skráseti føroyskar tónleikaútgávur, sum skulu varðveitast fyri eftirtíðina. Í einari slíkari skráseting, savni eg nógvar upplýsingar inn um eina ávísa tónleikaútgávu. Øll sum eru við á útgávuni, hvør hevur gjørt hvat á fløguni, hvussu tey eita, hvussu tey hava itið, teirra yrkanavn og ymiskt annað. Málið er at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir føroyskan tónleik. Við føroyskan tónleik meinast, at tað er tónleikur, sum er útgivin í Føroyum, til føroyska marknaðin, ella uttanlands av føroyskum artistum og komponistum. Eisini útlendskar fløgur, har ein føroyingur er við, koma við á føroyska tónleikalistanum, sigur Unn. Á Landsbókasavninum miðað tey eisini eftir at hava allar hesar tónleikaútgávur í húsinum, men enn eru tey ikki komin til at lána hesar út, tí higartil hava tey lagt størri dent á at savna og skráseta hesar. Í hesum sambandi skal leggjast afturat, at útgevarin av tónleiki hevur, eins og galdandi er við bókaútgávum, skyldu til at lata Landsbókasavninum fýra eintøk av hvørjari útgávu. Skeið í e-leiting Annað, sum fyllir nógv í arbeiðinum hjá Unn, er tað sum hevur samband við e-bókina. Unn er millum annað við til at skipa fyri skeiðum í tí hon kallar e-leiting. Hesi eru skeið, sum Landsbókasavnið bjóðar granskarum, undirvísarum, lesandi og fólki úr eitt nú sjúkrahúsverkinum. Somuleiðis skipa tey eisini fyri kunning og undirvísing av miðnámsskúlaflokkum og bólkum frá teimum hægru lærustovnunum. Unn sigur, at nógv av tí tilfari, hesi hava brúk fyri, als ikki finst á pappíri, men er bert teldutókt. Tí ræður um at fólk hava neyvan kunnleika til, hvussu og hvar tey skulu leita á internetinum. E-bókasavn Landsbókasavnið er í neyvum samstarvi við lærustovnar og umsitur eina elektroniska bókasavnstænastu, kallað e-feingi. Hetta er stytting fyri elektroniskt tilfeingi, sum er eitt samstarv millum søvn og útbúgvingar- og granskingarstovnar um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. E-feingi inniheldur eitt hav av fakligum tíðarritum, greinum og einar 70.000 bøkur, sum brúkarar hava atgongd til at taka niður og lesa beinleiðis á telduni ella prenta út. Leggjast kann aftrat at nakað føroyskt tilfar eisini er teldutøkt, millum annað útvald gomul føroysk bløð og avísir inni á heimasíðuni, og at gomlu mikrofilmarnir við øllum teimum føroysku bløðunum á, verða talgildir í næstum og lagdir út á internetið. Hetta samstarvið ger eisini sítt til, at vit kunnu útvega at kalla alt sum er til. Vit bíleggja ofta tilfar úr øðrum londum, men við møguleikum við teldutøkum tilfari ber væl til at gera nógv hiðani. Tað krevur nógv av brúkaranum, at hann dugir at navigera runt í hesum kunningarhavium, sum er avbera stórt, og tað vilja vit fegin hjálpa fólki við. Hetta er eisini rættiliga nýtt fyri okkum, men vit royna at fylgja væl við og gera okkara besta, sigur Unn. Støðug dagføring Tey á Landsbókasavninum leggja sera stóran dent á dagføra útboðið á savninum, og tí hava bókavørðarnir regluligar fundir um hvat tilfar bóksavnið eigur at ognað sær. Tey leggja kortini ikki bert dent á at dagføra tilfarið tey hava. Tey vilja eisini dagføra teirra egnu vitan fyri at kunna røkja sína tænastu mótvegis brúkaranum best møguligt. Tí eru nakrir bókavørðir á Landsbókasvninum saman farnir undir at taka kandidatútbúgving í informatións- og mentanarmiðling. Tey hittast eina ferð um vikuna at tosa um og ganga ígjøgnum heimaarbeiði, uppgávur, próvtøkur o. a. Tað er fyri meg sera krevjandi at taka hendan víðari lesnaðin. Nógv er at lesa, men hinvegin er tað við til at eg føli meg motiveraða og uppdateraða í mínum arbeiði, og tað er spennandi, so eg njótið tað eisini, sigur Unn, sum er sera fegin um at hava so góðar starvsfelagar hon hevur. Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Sambært grein 9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum. Veljast skulu 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og tiltakslimirnir fyri 1 ár á aðalfundi felagsins 9. mars 2013. Uppstillingin skal verða liðug innan 1. februar 2013. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 1. februar 2013. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevni arbeiðir. Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til nevndarval verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til grein 9 í felagslógini. Um tit fara av arbeiðsmarknaðinum, í farloyvi ella annað, minnist so til, at tit mugu vera hvílandi limir í Starvsmannafelagnum, um tit vilja varveita samlagstryggingina. Limir, sum gevast at arbeiða, fara í farloyvi uttan løn, gerast arbeiðsleys, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum, og harvið varveita samlagstryggingina, sum limir hava gjøgnum Starvsmannafelagið. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelaga trygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum og, trygging móti ávísum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Eisini fevnir samlagstryggingin um eina lokaupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Fyri at fáa nærri at vita um hvørjar sjúkur samlagstryggingin fevnir um, ber til at fara inn á heimasíðuna hjá LÍV. Kostnaðurin fyri at vera hvílandi limur er 50 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 150 krónur um mánaðin. Teir limir, sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina, ið er 150 krónur um mánaðin. Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og SEV 23. oktober undirskrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV og Starvsmannafelagið undir nýggjan 3 ára sáttmála. Sáttmálin er á sama støði sum sáttmálin við Fíggjarmálaráðið við eini lønarhækking uppá 5,5% yvir 3 ár. Harumframt eru batar gjørdir á serøkjunum fyri dagrøktina og sløkkiliðið í Havn. Í SEV sáttmálanum eru broytingar gjørdar í vaktarskipanini. Eins og í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið eru avtalaðar nakrar umflokkingar, sum verða tiknar upp komandi ár og tiknar av karminum 1. oktober 2013. Settur verður ein arbeiðsbólkur umboðandi Tórshavnar kommunu, Tórshavnar Havn og Sløkkiliðið, saman við umboðum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, at endurskoða og dagføra serreglurnar fyri havnaumsjónarmenn, klinikkassistentar, tannarøktarar og sløkkiliðsfólk. Eisini er avtalað, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verður við í arbeiðinum at gera ein almenna lønarskipan. Sáttmálasamráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag eru byjaðar Sáttmálasmráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála fyri Føroya Tele og Posta eru byrjaðar. Á fyrsta samráðingarfundinum 21. november handaðu partarnir síni krøv til broytingar. Partarnir hava avtala fleiri samráðingarfundir og miða eftir at koma á mál við nýggjum sáttmála innan 1. januar 2013, tá galdandi sáttmáli gongur út. Rúmligi arbeiðsmarknaðurin á breddan Í nýggja sáttmálanum, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, er ein áseting um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Felagið fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa hesa ásetingina við. Fakfelagssamstarvið hevði hetta við, sum krav, bæði í 2010 og 2011. At fáa áseting um rúmliga arbeiðsmarknaðin í sáttmálarnar, hevur longi verið eitt ynski hjá feløgunum og hava feløgini eisini fingið áheitan um hetta frá Ráðnum fyri brekað. Starvsmannafelagið fegnast um, at tað hesuferð eydnaðist at fáa ásetingina við í sáttmálan á bæði almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum. Ásetingin hevur verið í sáttmálunum hjá pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum í nøkur ár. Í ásetingini stendur hetta. Almenni arbeiðsgevarin vil vísa vælvild og rúmd mótvegis fólki við skerdum førleikum, starvsfólki, sum gerast sjúk meðan tey eru í arbeiði, ella koma út fyri vanlukkum, so hesi kunnu hava ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hetta kann millum annað gerast so at hesir starvsbólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði vera gjørt undir serligum treytum. Fólk við skerdum førleika starvast bæði í almenna og privata geiranum. At teirra arbeiðsmegi er týdningarmikil, vita vit øll. Starvsfólk verða eisini rakt av sjúku og vanlukku í einum longum arbeiðslívi; at vit nú hava áseting, ið greitt vísir, at rúmd skal vera fyri øllum, fegnast Starvsmannafelagið um. Fyrsti fakbólkurin stovnaður Starvsmannafelagið hevur arbeitt í eina tíð við at endurskoða bygnað felagsins, har ein arbeiðsbólkur, saman við einum fylgibólki, hevur arbeitt og fyrireika hetta arbeiðið. Starvsmannafelagið fevnir sera breitt fakliga, tí varð mett, at tørvur var á at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri okkara limir. Niðurstøðan varð, at felagið fær 19 fakbólkar. Umframt teir tríggjar verandi fakbólkarnar, verða tað 16 bólkar, ið skulu stovnast. Fyrsti bólkurin bleiv stovnaður mánakvøldið 5. november, hesin er fyri limir innan fakøkið biolog- og laborantfólk. Tað var lutfalsliga stór uppmøting til stovnandi fundin. Ein trímannanevnd og ein tiltakslimur blivu vald. Hesi eru Mourits Mohr Joensen, Havstovan, Jórun Mørkøre og Ann Siri Hentze, báðar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tiltakslimur bleiv Kristín Baldvinsdóttir, Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Nevndin skipar seg sjálv. Hon situr til komandi aðalfund í bólkinum. 26. november verður stovnandi fundur fyri fakbólkin dagrøktarar. Ætlanin er at stovna allar fakbólkarnar innan næstu fimm mánaðirnar. Fakbólkur fyri dagrøktarar stovnaður Enn ein fakbólkur er stovnaður í Starvsmannafelagnum. Á stovnandi fundinum fyri bólkin dagrøktarar var nevndarval. Í nevndina komu Lis N. Hansen, Diana Nielsen og Miriam Joensen. Ætlanin er at hava 19 fakbólkar í felagnum, og eftir ætlan skulu allir verða stovnaðir í seinasta lagi fyrsta mars 2013. Frálíkt hugnakvøld Sangurin ljómaði og og lagið var gott á árliga hugnakvøldiðnum fyri limir í Starvsmannafelagnum. 90 fólk høvdu teknað seg til hugnakvøldið. Sostatt var fullsett. Niels á Reynatúgvu spældi gittar til felagssangin, og seinni kom Kim Hansen á gátt og spældi nøkur løg fyri okkum. Afturvendandi spurnarkappingin var eisini á skránni, og vinnararnir í ár var borðið við limum av Gjaldstovuni, Fíggjarmálaráðnum og TAKS. Eisini kom eitt manskór á gátt og sang nøkur løg fyri okkum. Starvsmannafelagið byggir um Blámusoppur bleiv staðfestur í starvsmannafelagshúsinum fyri eini tíð síðan. Hetta hevur við sær, at húsið má umbyggjast og bjálvast, soleiðis at vit koma hesum til lívs. Felagið hevur eisini tørv á fleiri hølum, til dømis væntar goymslurúm og tørvur er eisini á fleiri fundarhølum, nú fakbólkar verða stovnaðir í felagnum. Felagið er í menning, og tí er eisini neyðugt at tillaga seg til framtíðina. Tí hevur nevndin avgjørt at byggja eina hædd omaná húsið, soleiðis at tað verður meiri rúmshátt. Eisini er ætlanin at klæða útveggirnar, soleiðis at tey verða betri bjálvað. Felagið fekk loyvi á seinasta aðalfundi at veita pening til hetta endamál. Vit hava søkt um byggiloyvi og hava fingið játtandi svar, at møguligt er at byggja eina hædd omaná verandi hús. Hon skal bert lúka nøkur krøv í sambandi við byggisamtyktina. Fyrireikandi arbeiðið er í gongd. Skjótt verða endaligu tekningarnar klárar, soleiðis at vit kunnu søkja endaligt byggiloyvi og biða um tilboð uppá arbeiðið. Vit fara at kunna nærri um umvælingar- og umbyggingararbeiðið í næstu starvsbløðunum, tá okkurt er at frætta. Eitt orð er eitt orð, men eina avtalu kunnu vit altíð gera Ongin man ivast í, at eitt orð er eitt orð. Persónar, sum ikki halda orð, eru orðloysingar og tað vilja vit fyri alt í verðini ikki hava á okkara herðar. Í staðin fyri gera vit avtalur ella sáttmálar. Undirskrivaðar avtalur. Høgrahond í høgruhond á hinum avtalupartinum, meðan vinstrahond verður klappað um herðarnar. Ein blástempling av, at hendan avtalan varir so leingi, sum umstøðurnar eru til tað. Eitt glas av champagnu, juice og kransakøku, so er øll nøgd. Løgfrøðin sigur, at avtalur skulu ikki gerast, um ætlanin ikki er at halda tær. Hóast tað, so verða reglur í avtalunum avtalaðar um hvat síðan hendir, vera tær ikki hildnar. Avtalubrot, tað er ikki so niðursetandi sum at vera orðloysingur. Tað er tann viðvenda verð, at niðurskrivaðar avtalur ikki eru verdar tað pappír, sum tær eru skrivaðar á. Dømini eru mong. Tvey dømi um hetta eru PS sáttmálin og ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Summir partar av Public Service sáttmálanum hava dúgliga og rætt verið umrøddir síðani tað av álvara gjørdist greitt, at Kringvarpið var komið út í fíggjarligt óføri. Public Service sáttmálin og ST sáttmálin hava felags eyðkenni. Sáttmálarnir binda almennu Føroyar til, at vit saman styrkja um fólkaræðið og virðingina hvør fyri øðrum. Sáttmálin sigur, at tænasturnar til deyv, hoyribrekað og sjónveik skulu styrkjast, og ST sáttmálin sigur greitt, at eisini hesir bólkarnir hava somu rættindi, sum øll onnur her í samfelagnum. Nú tá tað sansar at, halda avtalurnar ikki. Deyv og tunghoyrd, sum ikki hoyra útvarpið, missa sjónvarpið. Onkur heldur at tað er í fínasta lagi, at skera partin í sjónvarpinum, bara vit hava eitt útvarp. Fyri tann deyva og tunghoyrda, kann tað gera tað sama um útvarpið sendir tíðindi og tónleik allar 24 tímarnar, meðan tað fyri tann blinda og sjónveika hevur týdning. Fyri tey deyvu og tunghoyrdu eru sendingarnar í sjónvarpinum enn ikki tekstaðar, soleiðis sum sáttmálin fyriskrivar. Tað snýr seg snøgt sagt um avtalubrot. Eitt orð er ikki longur eitt orð, men ein avtala. Og halda avtalurnar ikki, so fær tað ongar fylgir fyri avtalupartarnar. Umstøðurnar fáa skyldina. Umstøðurnar eru sum oftast pengar, men hóast tað, eru altíð pengar til at keypa champagnu, juice og kransakøkur, men ongantíð pengar til at halda gjørdar avtalur. Undir viðgerðini av einum almannamáli í Løgtinginum um dagarnar, setti landsstýriskvinnan í almannamálum sær sjálvum treytir og gav Løgtinginum, og harvið Føroya fólki, eitt lyfti um, at hevði hon ikki innan árslok fingið loysn á hesum málinum, so metti hon seg ikki vera egnaða at sita í landsstýrissessinum. Greið tala á landsins hægsta røðarapalli. Tó var undantaki, at hon kundi ikki veita vissu fyri, at eitt nýtt lógaruppskot kundi verða Tinginum í hendi áðrenn árslok. Eingin orsøk er at halda, at landsstýriskvinnan ikki ætlar at halda givin lyftir. Hinvegin kann, í einum øðrum máli og hjá einum øðrum landsstýrismanni, verða sett spurnartekin við hvussu lyftini um, at Arbeiðseftirlitið ikki skuldi verða fyri vanbýti, eru hildin. Játtanin varð skorin og stovnurin samanlagdur við annan stovn. Okkurt týðir upp á, at Arbeiðseftirlitið hevur mist sítt veingjaflog. Ein av fremstu uppgávunum hjá tí gamla Arbeiðseftirlitinum var, at gera ófráboðaðar vitjanir á millum annað almennum arbeiðsplássum. Dentur varð somuleiðis lagdur á, at halda í oyrini á teimum, sum skulu tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi og fullgóða trygd á arbeiðsplássunum. Lyftini um, at hesin parturin ikki skuldi vera fyri vanbýti í samanleggingini, helt ikki. Orsøkin er helst umstøðurnar. Umstøðurnar eru sum oftast pengar, men pengar kunnu altíð finnast til eitt glas av víni og okkurt gott afturvið. Bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum vera við jøvnum millumbili gjørdir sáttmálar, sum áseta viðurskiftini millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara. Hóast samráðingarnar kunnu vera turbulentar og partarnir illneitast inn á hvønn annan í samráðingargongdini, so kemur tó loksins eitt úrslit, sum partarnir siga seg vera nøgdar við ella í øllum førum, siga seg kunna liva við. Høgrahond í høgruhond, meðan vinstra verður klappað niður á herðarnar. Øll eru nøgd og ongin ivi er í nakrari sál um, at ein avtala er ein avtala saman við niðurskrivaðum reglum um hvat síðani hendir, um hon ikki verður hildin. Onki við at eitt orð er eitt orð, men øll vita vit, hvussu nógv stríð sáttmálapartarnir hava við at avtalurnar ikki verða hildnar. Starvsfólk, sum sáttmálarnir fevna um, koma stundum út fyri, at avtalurnar ikki verða hildnar. Hóast øll, í sambandi við undirskrivingina, vóru sannførd um hvussu sáttmálarnir skulu skiljast, ivast tey nú í, um ávísar reglur eru verdar tað pappír, tær eru skrivaðar á. Orsøkin til at sáttmálarnir ikki verða hildnir, eru umstøðurnar. Umstøðurnar eru sum oftast pengar, men pengar kunnu altíð finnast at fáa sakførarar og onnur køn at siga um ein avtala er ein avtala, tí eitt orð er ikki altíð eitt orð. 5000 jólapakkar til Rumenia Ongantíð áður hava føroyingar tikið so væl undir við tiltakinum Christmas Child sum í ár Á tíggjunda ári á rað hava føroyingar savnað og pakkað jólagávur í skógvaeskjur til fátæk børn úti í heimi og undirtøkan er alsamt vaksin ár undan ári. Tiltakið Christmas Child er av útlendskum uppruna og byrjaði fyri tjúgu árum síðani. Hesi tjúgu árini hava fleiri enn 94 milliónir børn kring allan heim, á hendan hátt, fingið eina jólagávu. Fyrstu, sum í Føroyum fóru undir hetta tiltak, vóru hjúnini Jógvan og Unn Zachariasen, sum í nøkur ár høvdu búð í Skotlandi og har fingu kunnleika til hetta alheims hjálparátakið. Komin aftur á klettarnar á heysti í 2001 vildu tey royna hetta í Føroyum, men ásannaðu skjótt, at tíðin gjørdist ov stutt til tey jólini. Men bar hatta ikki til, so var annað líknandi til at taka, og tey fóru undir at savna inn jólagávur til russiskar sjómenn í Føroyum. Tað hava tey eisini hildið fram við á hvørjum ári til í fjør, tá russisku sjómenninir fækkaðust í Føroyum. Árið eftir lótu tey sunnudagsskúlan hjá Lívdini fyrireika átakið Christmas Child. Hetta árið eydnaðist teimum av savna og senda avstað umleið 500 skógvaeskjur. Árini eftir komu alsamt fleiri samkomur og áhugafelagsskapir við í átakið, og í ár var talið av pakkum komið upp á 5.000. Nú var átakið vorðið so mikið stórt, at tey hava sett eina nevnd, har fólk úr ymiskum samkomum og áhugafelagsskapum eru við. Nevndin hevur ábyrgdina av at samskipa tiltøkini og at hava samband við bretska partin av Christmas Child, hagar pakkarnir úr Føroyum í fyrsta lagi verða sendir. Jógvan Zachariasen fegnast, sum vera mann, um stóra áhugan og tað hjálpsemi sum so mong hava sýnt. Millum annað hevur Skipafelagið einki tikið fyri at flyta pakkarnar av landinum øll hesi árini. Fyriskipararnir av Christmas Child í Føroyum hava avtalu við handlar, sum selja skógvar, um at goyma eskjurnar, sum áhugað kunnu heintað og pakka sínar gávur í. Innihaldið í pakkunum er ikki tilvildarligt. Tey, sum eru við í átakinum, hava eina leiðbeining at halda seg til. Jógvan Zachariasen sigur, at higartil hava tey sent jólapakkarnar til eysturevropeisk lond har kalt er um veturin, og tí skal altíð okkurt fløvandi plagg vera við. Hosur, vøttir, húgva ella okkurt tílíkt. Sama við onkrum til reinføri, tannbust og tannkrem, sápa, onkur leika og okkurt góðgæti. Tey, sum hava hug at leggja eina lítla heilsan við eru eisini vælkomin til tess, men tað skal ikki bera brá av trúnaðarligum slag. Jógvan Zachariasen leggur dent á, at gávan er til børn uttan mun til trúgv. Tað eru eisini nakrar ásetingar um hvat ikki skal í jólapakkan, annaðhvørt leikur ella annað, sum hevur eitthvørt við kríggj at gera, tí tað er gerandisdagurin hjá mongum børnum, og sum tí hava brúk fyri øllum øðrum. Pakkarnir verða frámerktir alt eftir um pakkin er til drong ella gentu, og somuleiðis hvønn aldur pakkin er ætlaður. Jólapakkin skal ikki pakkast meira inn enn so, at lokið skal á, tí í Onglandi verða allir pakkarnir kannaðir fyri at tey tryggja sær, at innihaldið er tað sum tað skal vera. Jólabýurin Æðuvík byrjaði sum bindiklubbaprát Tað, sum fyri 11 árum síðani byrjaði sum eitt bindiklubbaprát í Æðuvík, fór seinri at vísa seg at gerast ein av landsins størstu jólaligu upplivingum og samrøðuevni um landið alt. Har er ikki bert talan um tað vit vanliga nevna at pynta til jóla, men at bygdin heldur er at rokna sum ein samlað jólaprýdd eind, har prýtt er bæði innan sum uttandura. Anna Olsen, sum er ein av fyrireikarunum til jólatiltakið, greiðir frá, at alt byrjaði í einum bindiklubba í Æðuvík fyri 11 árum síðani. Bindikonurnar hildu, at tað hevði verið spennandi at funnið uppá okkurt stuttligt á jólum, og so varð grundarlagið undir jólabygdini lagt. Fyrst í smáum, har hvør prýddi heima hjá sær sjálvum. Men hetta vant so mikið uppá seg, at í jólamánaðinum stendur litfagra ljósglæman nú yvir alla bygdina. Alt, sum hugsast kann, verður prýtt, og millum annað hava tey eisini teknað, tilevnað og sett upp eina ljósprýdda jarnmynd, sum ímyndar jólaevangeliið. Anna sigur, at øll luttata í fyrireikingunum. Bilar hjá onkrum av teimum eldru, eru tey ungu skjót at hjálpa til. Koma úr øllum ættum Tað er ikki ov nógv sagt, at fólk tysja til bygdina úr øllum ættin og tey koma ikki til fánýtis. Umframt at uppliva serliga jólahugnan í lítlu bygdini, hava fólk møguleika at keypa sær ein kaffimunn við heimabakaðum vaflum afturvið. Tað fer fram í kjallaranum í missiónshúsinum, har borðreitt verður hvønn leygardag og sunnudag millum kl. 17 og 21. Bygdarfólkini skiftast um at baka og gera kaffi og borðreiða fyri fólki. Hetta gevur nakrar krónur, men tær koma eisini væl við, tí tað kostar ikki so lítið at halda alt hetta stásið viðlíka. Gott at koma til Eingin orsøk er fyri at óttast ferðsluruðuleika. Breiður vegur er komin til bygdina og nóg mikið er av frásetingarplássum til bilar, so tað skal ikki halda nøkrum aftur. At jólatiltakið í Æðuvík er komið fyri at vera ivast Anna ikki í. Vit hava mangan tosað um, hvussu kostnaðarmikil jólini kunnu vera hjá mangari barnafamilju, men her er so eitt gott høvi at geva børnum og ungum eina hugnaliga og stuttliga uppliving, sum einki kostar, burtursæð frá at rinda nakrar krónur um fólk vilja hava okkurt undir tonnina, sigur Anna, sum vónar at síggja nógv fólk í jólabygdini Æðuvík aftur í ár. Sum undanfarnu árini sløkkja tey fyri jólaprýðinum á gamla trettandi, 6. januar. Háárstíð hjá presti Heri Joensen, prestur, greiðir frá hvussu hann minnist jólahøgtíðini í heimbygdini Svínoy, hvussu hann sum starvsfólk helt jól í lestrartíðini í Íslandi saman við sálarsjúkum og misnýtarum, um jólahald í Vági og nú hesi seinastu árini í Havn. Heri heldur, at jólastákanin byrjar alt ov tíðliga, og at fólk áttu at slappa meira av undan jólum. Heri Joensen, prestur við Vesturkirkjuna í Havn, er føddur og uppvaksin í Svínoy, haðani hann hevur mong góð og hugnalig minni, ikki minst um jólahøgtíðina heilt frá barnsbeini av, og hagar hann vitjaði aftur um jóltíðir, so ofta tað bar til, eftir at vera fluttur av bygdini. Svínoy er einki undantak, tá hugsað verður um gongdina í fólktalinum í útoyggj. Tá Heri vaks upp í bygdini vóru eini hálvtannaðhundrað fólk búsitandi har; av teimum umleið 20 skúlabørn. Nú er bert eitt fátal av fólki eftir í bygdini, og í mong ár hevur einki skúlabarn verið har, men á jólum eru svínoyingar óførir at vitja aftur á upprunaleiðir, heldur Heri, sum greiðir frá góðum jólaminnum frá barna- og ungdómsárum. Eftir jólatorvi Svínoyingar fingu ikki ravmagn fyrr enn í 1968, og tí minnist eg sjálvandi bygdina undan hesi tíð. Hetta var hvussu myrkt og trølsligt tað kunda vera, men tað hevði eisini sín sermerkta hugna við sær. Gomlu lampurnar og torveld í hvørjum húsi. Menn røktaðu torv, og fastur siður hjá okkum børnum og ungu var at fara við einum fittum leypi, sum pápi hevði smíðað, í hagan eftir jólatorvi. Vanliga fóru vit í skýmingini, og tá leyparnir vóru fyltir og leiðin gekk heim aftur, var myrkt. Komnir aftur til garðaliðini, settust vit eina løtu og sungu nakrar av teimum jólasálmum, sum vit dugdu. Tað var ein serligur hugni at síggja bygdina í skýmingini tá eitt og eitt húsið tendraði ljós. Heimkomnir varð torvið lagt í serliga krógv í kjallaranum, og úr hesum torvi skuldi mammurnar baka jólabaksturin. Ættin var avgerðandi Ikki var altíð líka tespiligt at koma í oynna, og millum annað tí kundi postsambandið vera rættiliga svikaligt. Heri greiðir frá, at tað var altíð ein ávísur spenningur um nú jólaposturin kom til tíðina. Ættin var ógvuliga avgerandi. Legðist hann á landnyrðingi ella við illveðri, var brim báðumegin, men so kundi tað vera atkomandi í Kleyvini ella í Urðarók, men tá var rættiliga langt at ganga heim í bygdini. Tað var ein góður tími ella so, og menn løgdu nógv fyri. Jólaposturin varð fatlaður upp á baki á monnum, og so varð farið til gongu. Annar møguleiki var ikki. Heri sigur, at vóru líkindi, komu vanliga nógv fólk í oynna at halda jól. Gestir, sum høvdu eitthvørt tilknýti til oynna, ella næmingar, sum gingu í skúla aðrastaðni, og tá kom, sum vera man, rættiligt lív í bygdina. Aftansfiskur jólaaftan Jólini eru á mangan hátt siðbundin høgtíð. Kanska ikki minst í sambandi við tað, sum borðreitt verður við. Heri minnist aftur á tað sum kom á borðið jólahøgtíðina. Í flestu húsum ótu tey tað vit kallaðu aftansfisk jólaaftan. Tað var ofta harður turkaður ræstur fiskur ella brosma, sum hevði staðið á bloti í einar tveir dagar, og afturvið var garnatálg, spik og epli. Hóast hetta í dag kanska ikki tykist mest leskiligi jólamatur, smakkaði tað okkum sera væl. Tá døgurðin varð fingin frá hondini, vórðu jólagávurnar útpakkaðar, og tað var, sum hjá flest øðrum børnum, ótrúliga spennandi. Vit høvdu nakað av seyði, og vanligt var jóladag at stokt lambskjøt kom á borðið. Ikki var vanligt at steikja, men á jólum varð tað gjørt. Og væl bar til í teimum gomlu torvfýrdu komfýrunum, greiðir Heri frá. Annan dag var vanligt við røstum kjøti. Vóru matarvanarnir siðbundnir, vóru eisini aðrar óskrivaðar lógir galdandi jóladagarnar. Og dansurin gekk Jólaaftan hugnaðu fólk sær vanliga heima hjá sær sjálvum. Jóladag kundi onkur av teimum nærmastu koma á gátt, men annan dag varð dúgliga gingið hús úr húsi at vitja hvønn annan, og um kvøldið varð farið í dansistovuna, sum hevur verið í bygdini síðani 1906. Frammanundan varð dansað í onkrari roykstovu. Dansistovan var opin allar høgtíðir, men annað jólakvøld var eitt serligt dansikvøld, og dansurin gekk so lystiliga frá tíðliga á kvøldi til tann ljósa morgun. Í mínari tíð varð bert føroyskur dansur, og so mikið lívliga gekk tað fyri seg, at gólvið dandaði so mikið, at alt dansaði fyri mær, eftir at eg var komin til hús aftur. Lestur á jólum Heri sigur seg ikki minnast nakran jólaaftan ella jóladag, at prestur var til jólaguðstænastu í Svínoy. Onkuntíð annan jóladag. Í hansara tíð varð hvørki siglt jólaaftan ella jóladag, og harafturat hevði prestur fleiri aðrar kirkjur í Norðoyggjum. Jólaaftan vóru ikki so nógv í kirkju, men jóladag og annan dag komu fólk fjølment. Var prestur ikki í oynni, varð lestur lisin og jólasálmar sungnir við urguspæli afturvið. Jól í Íslandi Eftir lokið realprógv og síðani studentsprógv í Havn, gekk leiðin til Íslands, har Heri fór at nema sær útbúgving í teologi. Men øll hesi árini í Havn, eins væl og fyrstu árini í Íslandi, dróg heimbygdin, og hann leitaði sær aftur til Svínoyar at halda jól. Í Íslandi varð Heri trúlovaður og helt tá tey næstu árini íslendsk jól, sum á onkran hátt vóru eitt sindur øðrvísi enn heima. Eitt var at íslendsku matarvanarnir á jólum vóru øðrvísi, annað var at jólahaldið, fyri ein stóran part, var sum hjálpar- og vaktarmaður á sjúkrahúsi fyri sálarsjúk og á viðgerðarheimi fyri rúsevnismisnýtarar. Ein partur av teologilesnaðinum var sálarfrøði, og tí valdi Heri starvsvenjing á tílíkum sjúkrahúsi og viðgerðarheimi. Og júst hesar royndir heldur Heri, hava givið honum góða barlast seinri at virka sum prestur. Jólamaturin var rættiliga øðrvísi enn heima. Eingin ræstur fiskur ella ræst kjøt, men heingikjøt við grønmetisstúvningi og eplum var vanligasti jóladøgurðin. Á sjúkrahúsinum og viðgerðarheiminum høvdu tey ta serligu siðvenju at eta ræsta skøtu, og hetta dámdi mær so mikið væl, at eg bílegði tvinnar portiónir, sigur Heri, sum ásannar at hann sat manga náttarvaktina og eygleiddi stjørnuklára himmalin og droymdi seg aftur í Svínoy. Jól í Vági Í 1989 kom Heri heim aftur á klettarnar og gjørdist prestur í Vági, har hann var í útivið tíggju ár. Í prestagjaldinum eru fimm kirkjur, og tá tað kom fyri at prestaloysi var í Hvalba og á Tvøroyri, røkti hann eisini alla oynna í styttri og longri tíðarskeið. Tað kundi vera sera strævið, ikki minst um jóltíðir. Heri greiðir frá 100 ára gomlu siðvenjuni í prestagarðinum í Vági, sum hann eisini varðveitti øll árini hann var har suðuri. Eitt av tí, ið eg minnist serliga væl, eru jólini í prestagarðinum í Vági. Danska heitið kemur frá teimum donsku prestunum, sum virkaðu har síðani fyst í undanfarnu øld, og sum fóru undir hetta jólatiltakið fyri eldri. Vit vildu fegin halda fram við hesum sera væl umtókta jólatiltaki, og tað eri eg sera fegin um, tí undirtøkan var avbera góð. Fyrstu árini var tiltakið millum jól og nýggjár, men seinri varð hetta flutt til beint eftir nýggjár. Dekkað var gjøgnum allar tríggjar stovurnar í prestagarðinum til ein góðan nátturðabita. Ikki minst við føroyskum viðskera. Onkuntíð vóru foreldur míni har og hildu jól, og tey høvdu vanliga tvey góð turr kjógv við sær. Fólk hugnaðu sær óført. Vit sungu jólasálmar og harafturat var fastur táttur á skránni at lesa úr bókini Lars og Anna Lena hjá Mourits Mohr. Prestur segði onkra søgu, og somuleiðis hevði onkur annar okkurt at siga frá. Tá kvøldið fór at halla, fingu vit kaffi og okkurt gott afturvið, og eftir eina stutta andakt fór hvør til sín eftir ein sera hugnaligan dag á prestagarðinum, greiðir Heri frá, sum framvegis hevur gestabókini, har øll tey, sum komu til hetta jólatiltakið, hava sett sítt navn í. Og tey eru ikki so fá. Dunnuangi um alla kirkjuna Tað komu altíð nógv fólk í kirkju jóladagarnar, ikki minst jólaaftan. Kirkjan var á tremur og væl tað. Børn sótu á kórsgáttini og knæfallinum. Niels Nolsø spældi urgu til sálmasangin, og tað lá altíð púra fast, at fyrsti sálmur var Nú ringja kirkjuklokkur so hátt og hin seinasti var Gleðilig jól. Hendar guðstænastan mátti tó ikki at gerast ov drúgv. Helst verða liðug 10 minuttir í seks, tí børnini bíðaðu spent eftir jólagávunum. Eisini stóð dunnan í ovninum og matarroykurin hekk í klæðunum á fólki, so stoktur dunnuangi var um alla kirkjuna. Undan guðstænastuni skiftust prestarnir í oynni at vitja á ellisheiminum og sjúkrahúsinum á Tvøroyri, har búfólk, sjúklingar, næstrafólk og starvsfólk hittust til eina hugnaløtu, og har kom vanliga ein rúgva av fólki. Hóast jólahøgtíðin er háárstíð hjá presti, sum Heri tekur til, var møguleiki fyri at halda jólaaftanskvøld saman við familjuni heima á prestagarðinum, og tað kvøldið fór fram sum hjá flest øðrum. Siðvenjuna úr Íslandi við heingikjøti varðveittu vit onkran av jóladøgunum, men at eta aftansfisk, sum eg var vanur við í Svínoy, varð av ongum. Tað etur neyvan nakar ungur í dag, heldur Heri. Konan mátti skumpa bilin Jólamorgun kl. ellivu var aftur guðstænasta í Vágs kirkju, og hendan dag setti sangkórið Ljómur sín serliga dám á guðstænastuna. Eftir at guðstænastan í Vági var liðug, varð farið í onkra aðra kirkju, men fastur siður var at hava guðstænastu í Sumba jóladag klokkan fimm. Tað var ikki altíð líka tespiligt at fara suður. Tá var einki berghol komið; tí var einasti vegur at fara um Hestin. Bilurin, sum eg hevði, var ikki serliga góður í kava, og einaferð steðgaði eg upp í hálkuni á Hestinum. Tá var einki annað at gera enn at konan mátti úr bilinum fyri at trýsta á aftanfyri, og tá hjálpti. Sum vanligt var sumbiar kirkja stúgvandi full av fólki. Hannebetta sat við urguna, Hans Jákup við Kvíggjá var deknur og sangurin var framúr góður. Tað ráddi tó at sleppa sær skjótt avstað aftur, tí klokkan sjey skuldi eg vera í Porkeris kirkju. Annan jóladag var aftur onkur guðstænasta, men tá plagdi hvalbiarprestur at taka sær av onkrari av teimum syðru kirkjunum, og tað kom eisini fyri at eg hevði frí onkan annandag. Fjølbroyttar uppgávur Eftir hesi árini í Suðuroy, fekk Heri Joensen prestastarv í Havn. Av sonnum má hann siga, at her eru uppgávurnar sera fjølbroyttar. Umframt jólaguðstænasturnar eru tað tey ymisku jólatrøðini ymsastaðni í kommununi og so ellis- og røktarheim, sambýli, áhugafelagsskapir og ymiskir góðgerðarfelagsskapir, sum hava boð eftir presti. Harafturat barnaguðstænastur og konsertir í kirkjunum. Heri er sjálvur triði prestur við Vesturkirkjuna, sum skiftast um tær ymisku uppgávurnar. Umframt guðstænastur har í kirkjuni er vanligt at prestur er í Kirkjubøar kirkju fyrsta dag, og annan dag fer onkur teirra út í Hest. Millum jóla og nýggjár eru vanliga nøkur brúdleyp og barnadópar. Jú eingin orsøk er at óttast fyri at prestur ikki hevur nóg mikið at gera um høgtíðina, men hetta er ein sera góð og hugnalig tíð, sigur ein avgjørdur Heri Joensen. Altíð jaligur Frá Hera Joensen, presti, skal eingin rokna við nakrari dómadagsprædiku. Hóast evnið og útgangsstøði í prædikuni er álvarssamt, bera hansara orð altíð eitt jaligt brá. Men hvat leggur Heri serligan dent á í sínum prædikum jóladagarnar? Jólaaftan koma vanliga nógv børn og ung í kirkju, og tí havi eg ongantíð eina serliga torgreidda prædiku til teirra. Eg fari at tosa um jólaevangeliið og havi helst onkra søgu til børnini. Harafturat fara vit at syngja teir kendastu jólasálmarnar, tí ikki minst hetta kvøldið vilja fólk hava tað tey kenna best, og einki er meira siðbundið enn jólini, sigur Heri. Um prædikuna jóladag sigur hann. Jóladag verður eitt sindur meira av kjøti á prædikuni, um vit kunnu siga tað so, og tá fari eg eisini at hava eina jaliga prædiku og knýti okkurt aktuelt uppí, sum vit øll kenna. Annar jóladagur er Skt. Stefansdagur. Her er ikki talan um serliga uppmuntrandi tekst, men um lívsins beiska veruleika, sigur Heri. Men, hóast tað, sær hann tað ikki sum nakran trupulleika at venda tað jaliga vegin, í hvussu er kunnu vit royna at læra av okkara mistøkum. Byrja ov tíðliga Komin nakað inn í november, byrja vit at síggja handlar fyrireika seg til jólasøluna og prýða sýnisgluggar við alskyns jólaprýði, meðan borðreitt verður við hópin av jólagávutilboðum. Heri heldur, at hetta er alt ov tíðliga at fáa fólk í jólahýri. Eg haldi at handlarnir byrja alt ov tíðliga. Eg tími rætt og slætt ikki at koma í jólahýri longu tá, og harafturat haldi eg, at alt ov nógv verður gjørt burturúr. Tað letur eisini til, at jólagávurnar gerast alsamt dýrari, og hetta hava als ikki øll ráð til, sigur Heri, sum kortini sigur seg skilja handlarnar væl, tí fleiri teirra liva av jólasøluni. Barnajólini í Svínloy renna aftur fram fyri Hera, og hann minnist aftur á tað rættiliga avmarkaða úrvalið av jólagávum, sum handilin har hevði at bjóða. Men, eins og onnur, fingu vit eisini danskar príslistar, millum annað frá Candor, og har var mangt og hvat sum hugtók meg. Tá tey vaksnu bíløgdu okkurt frá hesum danska handli, var altíð okkurt smávegis til mín eisini, Helst onkur amboð. So var at bíða spentur um veður og vindur loyvdi pakkanum at koma til Svínoyar undan jólum. Og tað eydnaðist sum oftast. Slappa meira av. Spurdur um prestur ikki hevur onkur ráð at geva fólki í øllum jólameldrinum sigur hann, at fólk áttu ivaleyst at sett ferðina eitt sindur niður. Einglarnir komu til hirðarnar á markini og bóðu teir geva frið og gleðast. Fert tú í býin nakrar dagar undan jólum, sært tú fólk fara skundandi gjøgnum býin úr einum handli í annan. Eg ivist í um fólk vita hví tey leika so í. Vit runnu ikki fyrr, og so als ikki í Svínoy. Har rann eingin. Og jólini komu kortini. Eg veit ikki um fólk óttast fyri, at tey ikki fáa alt við, men tað eru sjálvandi allar hesar litføgru lýsingarnar, sum royna at siga fólki hvat tey skulu gera og hvat tey skulu vera. Og eingin vil vera verri enn annar. Ja, eg haldi at fólk skulu bara royna at slappa meira av. Halló Suðurpólurin. Her er Otto úr Havn. Tað byrjaði við einari bambustráðu við einum eiti av antennu og einum heimagjørdum móttakara og sendara. Og so var í fyrsta lagi at læra seg at morsa. Hetta vóru fyrstu royndirnar hjá Otto Rubeksen úr Havn, tá hann mitt í sekstiárunum byrjaði sum radioamatørur. Áhugan fyri hesum hevði hann frá pápabeiggjanum, sum var telegrafistur, og sum lærdi Otto at morsa, sum eisini var eitt av krøvunum at fáa loyvi til at senda og móttaka. Men hendan fyrsta útgerðin riggaði illa, og áhugin gjørdist tí, sum frá leið, so sum so, greiðir Otto frá. Seinri búsettist Otto á Argjum, og har fekk hann sær betri útgerð. Ein fabriksgjørdan sendara og móttakara og góða antennu. Og við betri útgerðini mentist áhugin samsvarandi. Otto sigur, at hesi fyrstu árini hevði hann bert loyvi til at samskifta við at morsa, ikki at tosa. Eisini var treytin fyri at fáa sendiloyvi, at tú dugdi eitt sindur av teknikki, men tað kom so alt við tíðini. Í dag er munandi lættari at virka sum radioamatørur nú ikki longur er neyðugt at morsa, tí vanliga samskifti millum radioamatørar er í dag at teir tosa saman. Tað kann ivaleyst undra onkran, at fólk framvegis hava áhuga í at vera radioamatørar, nú allir møguligir aðrir samskiftismøguleikar eru tøkir. Teldupostur, sms, skype, facebook og alt annað, sum lættliga røkka um allan heim. Til tað greiðir Otto frá, at virksemið hjá radioamatørum hevur ongantíð verið ætlað sum samskiftisamboð sum so, men heldur at ekspermentera við hvat tekniskt ber til at fanga í luftini, og vísir á danska systurfelagið hjá føroysku radioamatørunum. Tað er jú tað vit eru. Og tað er júst hetta, sum er spennandi, sigur hann. Eitt sum allir radioamatørar fegnir vilja, er at fáa samband við so mong sum gjørligt, og ikki minst við radioamatørar í so mongum londum sum gjørligt. Tess meira fjarskotin tess betri. Tað gevur teimum stig, sum teir eisini kappast um. Tað kann vera rættiliga tilvildarligt hvønn ein kemur í samband við. Eitt hitt mest spennandi sambandið, sum Otta einaferð fangaði úr luftini, kom úr Suðuríshavinum har einki menniskja vanliga býr. Men har var ein frá onkrari kanningarstøð við sendarum og sum Otto soleiðis fekk møguleika at samskifta við. Í tílíkum føri vilja allir heldur enn fegnir hava samband við viðkomandi, men bert eitt fátal kemur í gjøgnum. Tað kemur eisini fyri, at onkur hevur fingið samband við onkran í flogfari og skipi. Í Føroyum eru umleið 70, sum hava licens, sum tað eitur á radiamatørmáli. Eitt sindur ymiskt hevur verið hvussu áhugin hevur verið gjøgnum árini, men Otto heldur, at áhugin nú økist alsamt, bæði í Føroyum og um allan heim. Talan er um øll møgulig fólk, ung sum eldri og við ymiskari fakligari bakgrund, men kanska serliga fyrrverandi telegrafistar og fólk sum fáast við og hava fingist við líknandi teknikk. Umframt at hava kunnleika at handfara teknisku útgerðina, er rættiliga umráðandi at duga fremmant mál. Tess fleiri tess lættari kemur tú í samband við flest møguligar radioamatørar. Vanligt er at radioamatørarnir hittast í hugnaligu felagshølunum Yviri við Strond í Havn hvørt mikukvøld, men misjavnt er hvussu er við uppmøtingini, men skipa tey fyri onkrari kapping, eru limir óførir at møta. Nógvir teirra hava egna útgerð heima við hús, og koma tí bert av og á í felagshúsini, men hjá teimum, sum ikki sjálvir hava neyðugu útgerðina, koma umstøðurnar felagið hevur at bjóða limunum, væl við. Eg ivist ikki í, at onkur heldur hetta vera eitt meira ella minni margháttligt frítíðarítriv, men soleiðis er so mangt. Heldur enn at fara á seiðaberg, fiska vit úr luftini, sigur Otto skemtandi. 20. novembur fingu starvsfólk Kringvarpsins skelkandi kunning frá leiðsluni. Á starvsfólkafundi gjørdi stjórin, Dia Midjord, greitt, at fíggjarstøðan var so ring, at stórar skerjingar skuldu fremjast. Dagin eftir sendu Felagið Føroysk Miðlafólk og Starvsmannafelagið út felags yvirlýsing, ið vit eisini prenta her í blaðnum. Feløgini og álitisfólk hava síðani verið á fleiri fundum við leiðsluna, umframt samskift við tey, ið eisini vara av stovninum. Støðan er sera álvarsom fyri starvsfólkið, ið skulu liva og virka í ótolandi óvissu og á einum stovni, hvørs fígging als ikki er haldgóð og ikki hevur verið tað í fleiri ár. Støðan er eisini sera álvarsom fyri alt føroya fólk, um Kringvarpið, okkara mentanarberi, framhaldandi verður niðurlagað og skorið inn á bein, og væl tað, so Kringvarpið ikki megnar at yvirhalda tær skyldur og ta tænastu, ið vit sum tjóð mugu og skulu eiga. Politiski myndugleikin má taka støðuna í ramasta álvara og tryggja, at Kringvarpið verður virt og vart og megnar at røkja tær skyldur og ta tænastu, Kringvarpinum er álagt, øllum føroya fólki til gagns. Starvsmannafelagið og Føroysk Miðlafólk harmast almikið støðuna, sum hevur tikið seg upp í Kringvarpinum. Samstundis skilja feløgini ikki handfaring hjá leiðslu og stýri í Kringvarpi Føroya, sum nú hevur við sær, at talan kann gerast um hópuppsagnir í Kringvarpinum ella í ringasta føri, at talan kann gerast um at siga øllum starvsfólkunum úr starvi og byrja av nýggjum. Feløgini undrast á, at støðan kundi blíva so ring. Feløgini spyrja, hvat leiðsla og stýrið hava gjørt fyri at fyribyrgja hesa syndarligu støðu. Hava leiðsla og stýrið ikki vitað um álvarsligu fíggjarstøðuna í langa tíð? Tað er átaluvert, at leiðsla og stýrið ikki hava gjørt nakað við støðuna fyrr, tí hendan seina reaktiónin kann nú fáa ræðuligar avleiðingar fyri limir okkara. Starvsfólkini í KVF leggja dag og dagliga stóra orku í sítt arbeiði, og tí hava tey uppiborið aðra viðferð enn hóttan um hópuppsagnir. Fleiri teirra hava starvast á stovninum í ein mansaldur, og tí halda feløgini lítið um ta óvirðiligu og ódámligu viðferð, sum starvsfólkini nú fáa við hóttanini um at taka livibreyðið frá upp til 30 fólkum. Fjølmiðlar eru ein hornasteinur í demokratisku skipan okkara, og tí er tað av alstórum týdningi, at vit hava eitt vælvirkandi og vælrikið Kringvarp. Kringvarpið hevur skyldu til at umboða allar føroyingar óheft, og tí tolir Kringvarpið ella føroyska samfelagið als ikki slíka skerjing, sum liggur í kortunum. Enn kenna vit ikki endaligu avleiðingarnar av sparingunum, men líkamikið hvat hendir, verður hetta eitt stórt bakkast fyri Public Service tænastuna, og einum slíkum afturstigið má politiska skipanin steðga. Feløgini vilja vísa á, at skerjingarnar í Kringvarpinum kunnu fáa stórar samfelagsligar avleiðingar. Óhefti tíðindaflutningurin verður nógv skerdur. Public Service skyldan dettur burtur. Føroya fólk fær ikki ta óheftu miðlatænastu, sum tey hava krav uppá og hava goldið fyri. Eftirlitið við politisku skipanina og valdshavarum viknar í ólukku mát Starvsmannafelagið og Felagið Føroysk Miðlafólk vóna og vænta, at ein onnur loysn enn hópuppsagnir verður funnin. Tí tað er og verður ikki góðtikið, at limir okkara eru tiknir sum gíðslar í eini støðu, sum teir púra uttan skyld, eru endaðir í. Aðalfundur felagsins verður leygardagin, níggjunda mars Hesuferð seta vit hvør øðrum stevnu í Læraraskúlahøllini. Okkara vón er, at mong møta til fundar. Gestarøðari verður Høgni Reistrup, og fer hann at borðreiða við forvitnisligari framløgu. Ljós verður varpað á støðuna viðvíkjandi fólkasamanseting og fólkafráflyting og hvat vit kunnu gera, at byrgja upp fyri hesi. Eitt gott kjak er tí eisini í væntu. Hugsandi er, at Starvsmannafelagið fer at gera meira burturúr hesum vandamáli seinni eisini. Nógv fokus hevur verið á okkara ogn, fólksins ogn, seinastu tíðina. Landsstýrismaðurin helt heitið Fólksins ogn ikki vera nóg skilligt og at tað skuldi broytast til Landsins ogn. At vit føroyingar eiga havsins gráa gull og fyri so vítt eisini okkara land, man valla vera so óskilligt fyri fólk. Ikki er neyðugt at broyta nakra orðing, um hon í veruleikanum ikki er nøkur broyting. Hví skal tað vera neyðugt? Tað vísti seg tó, at tað var ikki bert eitt eiti ella eitt heiti, ið skuldi fáa annað heiti. Sagt verður; at tað er ikki alt gull, ið glitrar. Tó, okkara gráa gull, tað glitrar, og skal tað eisini framhaldandi gera, tó ei bert í lummum teirra fáu og útvaldu. Øll virkisfús eiga at fáa møguleikan at sleppa framat at lána part av gráa gullinum, fyri lánsgjald til okkara felags kassa. Tó skal lánsgjaldið als ikki vera eitt eiti. Tí okkara ogn, Fólksins ogn er júst sum heitið sigur; mín og tín, okkara felags ogn og hon er virðismikil. Hon er inntøkugrundarlag føroyinga, so vit kunnu eiga eitt samhaldsfast samfelag um vit vilja tað. Um vilji er til, at væl meira verður latið í okkara felags kassa okkum øllum at gagni. Vit fólkið, eiga at sleppa framat at siga okkara meining í hesum so grundleggjandi máli. Havsins gráa gull er lívsæðr føroyinga. Um eitt bil bera tjøldrini okkum boð um ein ljósari dag. Vónin er bjartasti brandur og viljin sterkasta svørið. Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvi, sosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Alt á einum og sama stað Fyri Nám er alt avgerandi, at okkara viðskiftafólk eru nøgd við ta tænastu, ið verður veitt, sigur Árni Jacobsen, samskipari í Námi, sum heldur samanleggingina hava eyðsýndar fyrimunir. Hóast Árni Jacobsen hevur rættiliga drúgvan veg til og frá arbeiði. Tríggjar tímar ferðing hvønn dag millum Klaksvík og Havnina, so heldur hann tað bert vera ein lítlan trupulleika, tí Nám er eitt gott arbeiðspláss. Arbeiðið er sera fjølbroytt og júst tað, ið hann hevur hug til. Leggjast kann aftrat, at síðani hann byrjaði á stovninum, er ferðatíðin síðani Norðoyatunnilin kom stytt við knøppum tíma. Árni er samskipari í NÁMI, og tað hevur hann verið í meira enn 14 ár. Hann byrjaði í starvinum í januar 1999 á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð, sum stovnurin tá æt. Síðani eru Landsmiðstøðin, KT-depilin og Føroya Skúlabókagrunnur løgd saman í ein stovn, Nám, sum heldur til við Hoyvíksvegin í Havn. Síðani Árni byrjaði í starvinum, er nógv broytt bæði so og so. Tá varð bygningurin kallaður Grunnabygningurin, tí í ovaru hæddini vóru Lønjavningargrunnurin, Menningargrunnurin og Húsalánsgrunnurin. Í veghæddini vóru Bókamiðsølan og Landsmiðstøðin. Um aldarskiftið keypti landið bygningin, og um somu tíð flutti Mentamálaráðið inn. Landsmiðstøðin varð sett á stovn síðst í 80-árunum og ætlað sum ein miðstøð við undirvísingartilfari, ráðgeving og skeiðum hjá skúlaverkinum at brúka. Útlán av ymsum talgildum upptøkutólum eins og videoklipping gjørdist eisini ein partur av tí tænastu, ið varð veitt. Hesin partur er minkaður til lítið og einki, nú tílík útgerð er vorðin bílig og ogn hjá flestu skúlum. Til í 2010 var Petur Simonsen stjóri, og tók núverandi stjóri, Magnus Tausen, við tann 1. august sama ár. 2. mai 2011 varð navnið Nám almannakunngjørt. Stóra avbjóðingin hjá Námi í dag er at fylgja við í øllum teimum stóru frambrotunum, ið henda á tøkniliga økinum, nú bókin so líðandi sær út til at flyta seg av pappírinum og inn í teldur og teldlar og út á alnetið. Meira og meira gerast ljóðbrot og myndabrot týðandi ískoyti til bókstavin. Søvnini Størsti parturin av plássinum í Námi umfatar eitt skúlabókasavn, sum er í tveimum pørtum. Annar parturin fevnir um Útlánið, ið eru flokssett, sum skúlar kunnu læna í 6 vikur ella meir eftir tørvi. Í hesum parti er eisini filmssavn eins og lesikassar við blandaðum bókum til ymisk floksstøði. Av føroyskum og donskum flokssettum eru 740 bókatitlar og uml. 22.000 eintøk umframt nakað av enskum og týskum. Aftrat tí eru yrkisbókmentir, uml. 7.000 bøkur og handbøkur. Í filmssavninum eru 670 spælifilmar og yrkisfilmar til undirvísingarbrúk. Hitt savnið er Kunningarsavnið, ið umfatar undirvísingartilfar á føroyskum og donskum. Ein ella fleiri bøkur av hvørjari. Hetta er ein sýnisgluggi frá forløgunum, har lærarar hava møguleika at kunna seg um tað nýggjasta, ið fæst á marknaðinum. Í Kunningarsavninum eru 18.000 útlánseindir, sum er bøkur, fløgur o.a. Samskipan Ein partur av arbeiðinum hjá Árna er at rigga tilfar til, ið skal á hillarnar. At merkja, gera umsløg og lýsingar, men stórur partur av tíðini fer til tað praktiska í sambandi við tey skeið, ið Nám bjóðar lærarum. Skeiðini verða vanliga boðin út í februarmars mánaði í faldara, ið verður sendur skúlunum. Tekningarfreistin plagar at vera um hálvan mai, og so fáa lærarar at vita, áðrenn teir fara í summarfrí, hvørji skeið teir eru slopnir á. Í løtuni liggja vanligu skeiðini millum 30-40 um árið, men onkur ár hava tey verið fleiri enn hálvtrýss. Aftrat tí hevur seinastu 2 árini verið skipað fyri skeiðsátøkum úti í økjum kring landið, har allir fólkaskúlalærarar hava verið við. Árni er samskipari í dagføring av skeiðslistum. Umvegis skúlatelduskipanina FirstClass kunnar hann skeiðsluttakarar og sendir teimum áminning, tá skeiðið nærkast. Hann man vera tann í skúlaverkinum, ið hevur tættast samskifti við allar lærarar í landinum. Hann leggur aftrat, at FirstClass-skipanin, ið verður umsitin av Námi, hevur verið tað hentasta amboðið í hesum samskifti, síðani hon varð tikin í brúk stutt eftir, at hann byrjaði í starvinum. Bøttar umstøður Í sambandi við samanleggingina av teimum trimum stovnunum varð framd umfatandi umbygging í hølunum við Hoyvíksvegin, og fyri knøppum ári síðani varð flutt innaftur til tær avbera góðu og arbeiðsligu umstøður, sum stovnurin hevur í dag. Ikki minst tað, at stovnurin nú hevur fingið eitt størri skeiðshøli, soleiðis at tað ikki er neyðugt at reika kring býin. Luttakarar av bygd eru eisini fegnari um at kunna vitja Nám, tá teir eru á skeiði. Nú tá alt er á einum og sama staði, kunnu vit av røttum siga, at hetta er staðið har lærarar hittast og práta saman. Samstundis kunnu teir kunna seg um teir møguleikar og tær tænastur, stovnurin kann veita, eins og teir kunnu hitta bókavørð, avgreiðslufólk, ráðgevar, skúlabókaritstjórar og toymini, ið umsita FirstClass og skúlaportalin Snar, sigur Árni. Teir tríggir stovnarnir, sum fyri stívliga tveimum árum síðani vórðu skipaðir í ein, vóru mest ætlaðir fólkaskúlanum, men við tíðini fevnir tænastan eisini meir og meir um miðnámsskúlaøkið, og ynski, vón og mál eru, at Nám gerst ein samskipari og tænastustovnur hjá starvsfólki frá barnagarði til hægri útbúgvingar. Árni ásannar tó, at enn nøktar stovnurin ikki allan tørvin til samlaða økið, men tað verður ment spakuliga. Hetta er eitt sera fjølbroytt arbeiðspláss, hvar eg komið í samband við nógv fólk. At kenna á sær, at starvstoymið í Námi veitir viðskiftafólki eina nøktandi og henta tænastu, gevur arbeiðsdegnum innihald, sigur Árni Jacobsen, samskipari í Námi. Fólkaflytingin er ábyrgdin hjá okkum øllum Eiga fakfeløg nakran leiklut í spurninginum um vantandi fólkavøkstur í Føroyum, og hvussu fer hetta at merkja framtíðar føroyska arbeiðsmarknaðin. Høgni Reistrup, annar av ritstjórunum á EXIT Føroyar, verður gestarøðari á aðalfundinum 9. mars. Bókin hevur slóðað fyri, at evnið hevur bitið seg fast í Føroyum. Størsta avbjóðingin verður tað rópt, men neyðugt er at halda orðskiftið koyrandi. Á aðalfundinum verður ríkt høvi at skifta orð um vantandi fólkavøksturin. Eg eri øgiliga fegin um, at Starvsmannafelagið, sum eitt av stóru fakfeløgunum í Føroyum, torir at taka hendan trupla spurning upp. Einki kjak kemur av sær sjálvum, og tí er aðalfundurin eitt ógvuliga kærkomið høvi, ið kann slóða fyri fólkavøkstri í framtíðini, sigur Høgni Reistrup. Eitt vakið eyga Fakfelagspolitikkur hevur altíð havt mín stóra áhuga og tí havi eg valt at stilla uppaftur til nevndarvalið hesaferð. Fakfeløgini hava ikki havt tað lætt tey seinastu árini. Eg vil, við mínum drúgvu fakfelagsroyndum, bjóða meg fram at halda áfram við at verja áhugamálini hjá øllum limum felagsins. Fíggjarkreppan hevur verið ómetalig hørð við løntakaran seinastu árini. Ógvusligar sparingar og eitt ótal av uppsøgnum, hava rakt ein stóran part av limum felagsins. Politiskt hevur verið nakað rokaligt seinastu árini. Fakfeløgini hava sjáldan verið samd við politiska myndugleikan. Serliga hava vit gjørt vart við skattalættan, sum vit meta rakar skeivt og ósolidariskt og skattingina av eftirlønini við inngjald í staðin fyri við útgjald. Spurningur er ofta settur við, um fakfeløgini skulu verða politiskt aktiv. Eg eri ein teirra, sum haldi, at fakfeløgini skulu gera vart við sína hugsan alla tíðina og argumentera so væl sum møguligt fyri løntakaranna besta. Eg haldi ikki fakfeløgini skulu verða partapolitisk, men vit skulu hava eitt vakið eyga við landsins leiðslu, óansæð hvør situr við leiðsluni. Komandi tíðin verður avbjóðandi fyri fakfeløgini. Pensjónsnýskipanin, sum hevur verið frammi í fleiri umførum og er útsett líka so ofta, kemur aftur fyri í ár. Ætlanin er framvegis at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar at umsita. Samanleggingar av almennum stovnum eru framvegis á skránni. Keypið av LÍV skal endaliga staðfestast. Og um politisku raðfestingarnar, sum higartil hava verið, halda áfram, er ikki óvist at uppaftur fleiri sparingar skulu fremjast á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eg bjóðið meg fram at taka hesa avbjóðing upp á meg. Og, sum eg havi gjørt øll farnu árini eg havi sitið í nevnd Starvsmannafelagsins, fari eg við góðum treysti, at halda áfram við at arbeiða fyri at betra um limanna viðurskifti og verja vunnin rættindi. Eg havi seinastu fimm árini verið næstformaður felagsins. Hetta hevur givið mær fleiri sera spennandi uppgávur. Hetta vil eg sera fegin fáa møguleikan til at halda áfram við. Eg meti meg hava nógv at geva felagnum og taka á meg tær avbjóðingarnar, sum eg føli meg væl ílatnan til at loysa. Eg fari at loyva mær at heita á limir felagsins, um enn einaferð at vísa mær tað álit at velja meg í nevnd felagsins. Hetta kann gerast við antin at møta á aðalfundinum 9. mars og greiða atkvøðu har, ella nýta møguleikan at greiða brævatkvøðu við at venda tær til skrivstovu felagsins, har tú fær útflýggjaðan brævakvøðuseðil. Vel eitt vakið eyga. Saman standa vit stinn Var yvirskriftin til mína fyrstu valgrein her í blaðnum fyri trimum árum síðani, tá eg stillaði upp til nevndarval og fekk víst álit. Minnist eisini at eg lovaði at taka við teimum avbjóðingum, ið framtíðin fór at bjóða, og at eg vildi arbeiða heilhjartað fyri felagnum og limunum. Tað er sjálvandi lætt at siga. Eg segði við meg eisini tá, at eg vóni, at hetta ikki bara bleiv ein floymur av orðum, men ein innsatsur, ið verður til gagns fyri limirnar. Nú eru so hesi 3 árini farin. Hvat er gjørt og hvat er komið burturúr eigi eg at spyrja meg sjálva. Sáttmálasamráðingar hava verið afturvendandi á hvørjum ári, og hava fylt nakað alla tíðina hesi ár. Tó hava vit arbeitt við øðrum uppgávum eisini, og skal eg viðganga, at eg eri glað fyri at sáttmáli nú er undirskrivaður fyri eitt 3 ára skeið. Kann vera ymiskt hvat vit meina um innihaldið, men samanumtikið er gott nú at kunna arbeiða og raðfesta onnur viðurskifti í eitt tíðarskeið, har samráðingar ikki eru á skránni. Her hugsið eg serliga um starvsfólkaviðurskifti, virðing, trivna og gleði, ið eru fortreytir fyri allari menning fyri hvønn einstakan og fyri okkum í felag. Og tað er í sterkum felagsskapi, við áliti á hvønn annan, at vit eisini á arbeiðsmarknaðinum kunnu seta mál og røkka felags málum. At seta felags mál er eisini ein avbjóðing og krevur av okkum, at vit samskifta og tora at seta orð á okkara mál, tí uttan mál, vita vit ikki hvar vit fara og um vit ikki vita tað, hvør skal so vita tað? Tað er við áhuga í at seta felags framtíðar mál og at arbeiða fyri einstaka limin í Starvsmannafelagnum, at eg stillið upp til komandi nevndarval á aðalfundinum hin 9 mars 2013. Hetta er mín støða, men avgerandi er, hvør tín støða er, sum limur í felagnum og við møguleikanum at velja ímillum fleiri valevni. Eg trúgvi at styrkin er at standa saman. Gott val. Virkna nevnd í virkið felag Nú nevndarval er aftur, bjóði eg meg fram at umboða limir felagsins. Síðani eg seinast sat í nevndini í Starvsmannafelagnum, hava vit fingið flatskatt, forútskatting av pensjónum og eina støðugt vaksandi gjógv millum tey, sum eru limir í Starvsmannafelagnum og tey, sum njóta gott av førda politikkinum hjá sitandi samgongu. Vit hava í dag ein limaskara, sum býr í heimsins dýrasta landi, sum als ikki fær nakran ágóða av framgongdini í samfelagnum, og sum livur í støðugum ótta fyri at gerast offur fyri skilaleysu sparingunum, sum Jørgen og Kaj Leo støðugt minna okkum á og hótta okkum við, sum verandi alneyðugar fyri at bjarga landsins framtíð. Samstundis sum teir alment prædika fyri, at nøkur fá útvald skulu fáa ókeypis og ótreytaða atgongd til fólksins ogn, sum nú ikki longur skal eita fólksins ogn. Av tí sama er í dag meiri brúk fyri Starvsmannafelagnum og einari virknari fakfelagsrørslu enn nakrantíð áður. Onkur skal tala at, tá ið órættvísi valdar. Onkur skal koma við betri loysnum, tá ið hovsaloysnir verða samtyktar í løgtinginum á náttartíð. Onkur skal samla stumparnar upp aftur av tí, sum er eftir, tá ið makthavararnir eru lidnir við sítt dagsverk. Onkur skal siga nú er nokk. Og hvør er nærri at gera tað enn Starvsmannafelagið og føroyska fakfelagsrørslan? Við einari virknari nevnd og einum sjónligum felag skulu vit taka aktivan lut í samfelagskjakinum. Hóast felagið hevur gjørt ein drúgvan sáttmála við arbeiðsgevararnar, ber ikki til at seta seg afturá, tá ið ræður um samfelagsins viðurskifti annars. Felagið má bjóða seg fram, nevndin má bjóða seg fram, og eg bjóði meg hervið fram at luttaka saman við nevndini í hesum arbeiði. Eitt av tí fyrsta, sum má fáast frá hondini, er at gera eina nýggja lønarskipan, sum ikki er so stirvin sum verandi skipan. Karmarnir í verandi skipan eru ov trongir, og tað hava bæði Starvsmannafelagið og arbeiðsgevararnir ásannað og bundið seg til at gera nakað við. Eisini er umráðandi, at Starvsmannafelagið luttekur aktivt í kjakinum, nú efirlønarreformurin aftur kemur fyri løgtingið, soleiðis at vit fáa sum mest burtur úr reforminum. Onnur viðurskifti, ið eg metiat tað er umráðandi at leggja størri áherðslu á, eru viðurskiftini hjá starvsfólki, ið eru fyri broytingum í størvunum. Heldur enn at fáa nýggjar uppgávur smoygdar niður yvir høvdið, eiga vit saman við álitisfólkunum at verða tikin meira við í broytingartilgongdina frá byrjan av. Tá fáa vit samstundis brúkt okkara vitan til at ávirka endaliga úrslitið tann rætta vegin. Og nøgdsemið verður eitt heilt annað, um vit eisini hava luttikið í at finna fram til endaliga úrslitið. Ert tú til reiðar at stuðla mær, eri eg til reiðar at stuðla tær og arbeiða fyri at betra um tíni og okkara kor. Ársfrágreiðingin 2012-2013 Enn ein aðalfundur er fyri stavn. Vit høvdu ein livandi og kveikjandi aðalfund fyri einum ári síðani. Mong viðurskifti og hugskot vóru til umrøðu. Nevnd og umsiting arbeiða javnt og samt við at menna felagið, og sparringin við álitisfólk og limir annars er av alstórum týdningi. Felagið hevur nú fimtitvey ár á baki og er ongin ársungi. Eisini farna árið hevur verið hendingaríkt, avbjóðandi og mennandi. Tað er ikki gerandiskostur, at vit megna at undirskriva allar okkara sáttmálar, bæði tann við Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag innanfyri eitt og sama kvartal. Sáttmálan við FMR skrivaðu vit undir sjálvan dagin, hann fór úr gildi. Hetta høvdu vit sett okkum sum mál og lovað á m.ø. seinasta aðalfundi - og vit hildu orð. Almennu arbeiðsgevararnir ynsktu at samráðast hvør sær á hesum sinni og tí bleiv sáttmálin við KAF ikki undirskrivaður samstundis. Við FAG undirskrivaðu vit longu, sum sáttmálarnir ikki gingu út fyrrenn gamlaárskvøld. Meira er at lesa um samráðingarnar seinni í ársfrágreiðingini. Takk fyri farna árið, ið longu er partur av søgu felagsins. Tað er vorðið siðvenja, at hava gestarøðara ella røðarar á aðalfundi okkara. Í ár verður Heri á Rógvi gestarøðari. Stutt undan jólum góvu hann og Høgni Reistrup út bókina Exit Føroyar og tað eru avbjóðingar og útlit í mun til fólkasamanseting og fólkaflyting, og hvat vit kunnu gera, ið framløgan fer at snúgva seg um. Vit vænta okkum eina áhugaverda framløgu og áhugavert kjak. Nevndarval er eisini á skránni. Nevndarlimir sita í eitt trý ára skeið. Tveir nevndarlimir standa fyri vali, Súni Selfoss og Katrin Joensen og bæði hava avgjørt at stilla uppaftur. Eisini Karin Jacobsen, ið er tiltakslimur, stillar upp. Tey hava øll greinar í blaðnum. Góða eydnu tit trý og takk fyri tykkara vilja, at taka ábyrgdina at stríðast fyri limanna rættindum og korum. Eins og seinnu árini, verður skipað so fyri, at tilber at brævatkvøða. Atkvøðuseðil fæst við at venda sær til skrivstovu felagsins og antin fáa atkvøðuseðilin útflýggjaðan ella sendan. Vælkomin á aðalfund Starvsmannafelagsins. Almennar viðmerkingar og politiska støðan Tað er serliga eitt, ið hevur merkt kjakið herheima seinasta árið: Makrelurin. Og málið er so mikið fløkt, bæði í mun til avtalur og landskassa inntøku, at kanska er rættari at siga; at makrelsalat hevur merkt kjakið. Enn hava londini ikki fingið avtalu í hús um býtið av kvotuni. At fleiri ár skulu ganga uttan nakra avtalu er undrunarvert. Skipað viðurskifti og avtalur landanna millum mugu vera gongda leiðin. Og inntøkuleisturin er eisini fløkjasligur og broyttur fleiri ferðir seinnu árini. Seinastu broytingarnar hava ikki verið til fyrimunar fyri landskassan. Tað eru álvarsamar broytingar hendar seinasta árið og tað sáar mistreystið, at samgongan fleiri ferðir hevur víst, at hon ikki virðir demokratisku spælireglurnar. Vit fara ongantíð at gloyma desembur 2011, okkara svarta desembur. Flokkarnir A, B, D og H hava stjórnað landinum síðani novembur 2011. Samgongan hevur 19 av teimum 33 sessunum í løgtinginum. Fleiri av royndastu politikarunum stillaðu ikki uppaftur, tá valið varð útskrivað á heysti 2011. Styttri enn tveir mánaðir eftir valið, sjálvan tollaksmessudag 2011, varð ógvusliga skattabroytingin samtykt og flatskattaskipanin veruleiki. Skuldi eitast at verða fíggjað við at undanskatta og tískil skamfara okkara eftirlønir. Flatskatturin hevur givið teim vælbjargaðu stórar skattalættar, meðan tey lág og miðalløntu hava fingið millum lítið og onki. Í heimsins dýrasta samfelagi eru tað júst lægru og miðal inntøkurnar, sum veruliga hava ein lætta fyri neyðini. Varð skattalættin býttur solidariskt, hevði tað givið størri ferð á samfelagshjólini. At geva teimum, ið eiga mest frammanundan og sum tískil leggja lítið meira eftir seg, merkir, at tey hava betri ráð at leggja enn meira til síðis og annars at brúka aðrastaðni enn heima á klettunum. Sokallaðu spin-up effektina, er ikki nógv sætt til. Á tingsins røðarapalli var fleiri ferðir ført fram, at hesin skattalætti skuldi geva landskassanum milliónir í eyka inntøkum, tí fólk fóru at leggja meira eftir seg. Ivasamt er, um tey, ið hava fingið fleiri 1000 krónur í skattalætta um mánaðin hava arbeitt meira. Svarið er ivaleyst, nei. Hvør skuldi so arbeiða meira? Hon og hann við vanligum fulltíðarstarvi, ið hvønn dag stríðast fyri at fáa ein gerandisdag at hanga saman og lívbjarga sær og sínum? Er vilji, er sjálvsagt gjørligt at broyta og rætta ósolidariska skattalættan. Tað er framhaldandi tað, vit biðja um. At samgongan er demokratiskt vald skal ivi ikki vera um. Tað er tó óunniligt og sera álvarsamt fyri samfelagið, álit og trivna, at mál verða skundað ígjøgnum, uttan kanningar og metingar. At sakkunnleikin kanska verður hoyrdur, men ikki tikin fyri fult og til eftirtektar, at eftirlitismyndugleikar verða niðurlagaðir og enntá skal okkara Landsbanki avtakast. Hetta sáar mistreysti í fólkinum og at hetta er ein atvoldin til, at vit síggja fólkaflyting, er als ikki ósannlíkt. Tað skal verða rúmd fyri okkum øllum. Og er vilji til tess, so er fólksins ogn so ríklig, at hon megnar at geva øllum føroyingum sømilig kor og væl tað. Okkara vælferðarsamfelag má ikki fara fyri bakka. Tað skal verjast, virðast og mennast og ongin eigur at kenna seg liva av olmussu. Í novembur mánaði var kommunuval og hava bý- og bygdaráð skipað seg. Ætlingin er at eldraøkið skal út til kommunurnar, so tær hava eisini stórar avbjóðingar fyri framman. Fólkaatkvøða um kommunusamanlegging var í fjør. Illa ber til at siga, at hon hepnaðist væl. Samanumtikið kann nokk sigast, at enn er ógreitt, hvussu verður við kommunusamleggingum. Tá so hugsað verður um, at kommunurnar ætlandi skulu yvirtaka stór øki, so er tað eitt álvarsmál, at greiða ikki er fingið á spurninginum. Sáttmálasamráðingar. Strikað Fyrsti samráðingarfundurin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið var medio juli. Vit løgdu dent á, at sáttmálin var galdandi til fyrsta oktobur og at freistin skuldi halda. Partarnir vóru samdir um, at tíð skuldi setast av til samráðingarnar.Vit vistu, at tað fór at krevja nógv av okkum at náa á mál og eisini at fáa eina avtalu, ið vit kundu liva við. Vit høvdu frammanundan longt okkara sáttmála í eitt ár, uttan generella lønarhækking, men við týðandi serkrøvum. Krøv fíggjarmálaráðharrans um, at flatskatturin skuldi legaliserast av okkum, við at lægru lønirnar skuldu fáa eina lítla lønarhækking og tey vælløntu onga lønarhækking, heldur enn at landsstýrið broytti sín ósolidariska skattalætta, vildu vit á ongan hátt góðtaka. Og frælsi samráðingarrætturin skuldi virðast. At limirnir nú skuldu hava eina lønarhækking var sjálvsagt eitt av krøvunum og ein kardinalspurningur. Vit ynsktu ein trý ára sáttmála, tí okkum var greitt, at skuldi eitt líkinda úrslit spyrjast burturúr, var neyðugt við longri áramáli. FMR ynskti hesuferð, at arbeiðsgevararfeløgini samráddust hvør sær við okkum. Samráðingarnar gingu sum heild væl. Fundirnir vóru hildnir hjá okkum og hálvar og heilar dagar hvørja ferðina. Tá deadline nærkaðist vistu báðir partar, at vit ikki kundu náa á mál uttan okkurt serligt hendi og vit tvíhildu um, at deadline skuldi halda. Á fyrst samráðingarfundinum vóru vit komin við tí hugskoti at royna millumgongufólk, um vit sóu at ov langt var millum partarnar, áðrenn freistin var úti. Hetta var aftur umrøtt. So skeyt sáttmálapartur okkara upp at royna eina seming uttan semingsfólk. At partarnir møttust á neutralum staði og vit vóru til dystin fús. Sjálvan fyrsta oktobur kl. 14:30 undirskrivaðu partarnir sáttmálan. Tað tók okkum 25 tímar á Hotel Føroyum. Áður hava vit brúkt góðar 100 tímar saman við semingsfólki. Álitisfólkini, ið fjølment møttu til fundar kl. 14:00, tóku væl ímóti tí semjuuppskoti, vit løgdu fyri tey. Tað var lívgandi og ein góð kensla at merkja stuðulin. krónur 440, fyrsta árið. krónur 190, pluss 0,9 % annað árið og 1,9 % triðja ári, eru tølini. Harumframt hava vit fingið aðrar ábøtur og týðandi avtalur. Vit hava avtalað felags átøk, sí aðrastaðni í blaðnum viðv. ráðstevnuni um sosialan kapital í NLH í apríl og eisini avtalu um rúmliga arbeiðsmarknaðin, fingu vit við í trý ára sáttmálan. At vit megnaðu at fáa krónur 440, í lønarhækking um mánaðin fyrsta árið, lá ikki í kortunum. Tað er onki yvir at dylja, at fleiri viðurskifti og millum annað hetta, eru vit fegin um at fáa við í avtaluna. Eisini orðingin um rúmliga arbeiðsmarknaði, hevur stóran týdning fyri okkum og fegnast vit um, nú er veruleiki. Og so, at vit lyftu uppgávuna og megnaðu at fáa differentieringina burtur. Frælsi samráðingarrætturin er grundarsteinur og vit hava virt og vart rætt okkara. Ikki kann sigast annað enn, at sermerkta semingsroyndin sum heild hepnaðist væl. Báðir partar vístu ein stóran vilja at røkka eini semju og tað eydnaðist okkum. Semjuna við Kommunala Arbeiðsevarafelagið undirskrivaðu vit 23. novembur. Fundur var við álitisfólkini á kommunala økinum tann 22. og eisini tey tóku væl ímóti semjuni. Henda semjan hevur, umframt tær ábøturnar vit fingu í hús við Fíggjarmálaráðið, eisini hevði aðrar ábøtur, millum annað at partarnir fara undir arbeiðið við eini felags almennari lønarskipan, og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um. At vit arbeiða framatlítandi er fyri okkum bæði umráðandi og neyðugt. 13. desembur, knappar tríggjar vikur undan freistini, undirskrivaðu vit avtalurnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag viðvíkjandi Posta og Føroya Tele. Sáttmalarnir byggja á sama karm, ið annars er avtalaður á privata arbeiðsmarknaðinum. 1,13% fyrra árið og 1,89% seinna árið. Talan er um tvey ára sáttmálar, galdandi frá 01.01.2013 til 01.01.2015. Eisini her fingið vit samráðst okkum til aðrar ábøtur í sáttmálunum, millum annað orðing um rúmliga arbeiðsmarknaðin, serligar viðbøtur o.a. Allar avtalurnar eru at síggja á heimasíðu felagsins og nomið verður eisini við samráðingarnar, semingsroyndina og semjunar á aðalfundinum. Skerjingar Eisini síðani seinasta aðalfund hava skerjingar rakt fleiri av limum felagsins. Bæði á Posta, Ferðaráði Føroya, í Kringvarpinum og seinast eisini á TAKS, hava limir felagsins fingið hoyringsskriv um uppsøgn vegna sparingar. Starvsfólk við hollari vitan, førleikum og mong við drúgvum royndum, ið hava tænt Føroya fólki væl. At fáa eitt uppsagnarskriv, er ein missur fyri hvønn einasta tað rakar. Og tað er sanniliga eisini ein missur fyri samfelagið og kann ikki gerast upp í peningi. Avleiðingin av hesum støðugu skerjingum gerst versnandi tænastustøði, størri niðurslíting, færri inntøkur og eisini at inntøkukeldur verða turrlagdar. Skerjingar og niðurlaðingar skapa ikki vøkstur. Inntøkur landskassans mugu økjast og neyðugt er at breiðar, berandi langtíðar semjur verða gjørdar á tingi. At fáa undirskotið á fíggjarlógini burtur í 2016 við skerjingunum, avtøkum og samanleggingum, er ikki ein visión til gangs fyri landið og fólkið her býr. Heldur skulu fleiri inntøkur fáast til vega, og Fólksins Ogn, um væl umsitin, er ein rík inntøkukelda. Havsins gráa gull hevur í øldir verið okkara. Raskt fólk hevur troytt og virka til felags gagn. Og avkastið av ogn okkara er so stórt, at um vilji er at skipa viðurskiftini soleiðis, at vinningurin verður býttur meira kristiliga enn í dag, ja, so eru vánirnar fyri fólkið her búleikast góðar. Almannaverkið Summarið 2011 var enn ein av hesum sokallaðu politisku avgerðunum tikin. Almannastovan og Nærverkið skuldu leggjast saman í ein. At Almannastovan og Nærverkið skuldu verða ein og sami stovnur er møguliga skilagott og nú er samanleggingin veruleiki. Almannaverkið er stórsta almenna arbeiðsplássið her heima. Tað sum ikki ber til at skilja og ikki kann góðtakast er, at politiski myndugleikin ikki kunnar um, at hetta eru ætlanir, væl at merkja innan nøkur avgerðin er tikin, og at síðani fer arbeiðið í gongd at greina og meta, so avgerðin er vigað og væl gjøgnumarbeidd, innan hon verður tikin. Sum sagt, er tað møguliga eitt gott hugskot at leggja hesar stovnar saman. Tað sum er so týðandi er, at mannagongdir verða fylgdar, tí eisini skilagóðar avgerðir, ið ikki eru allýstar og vælgrundaðar, fáa skot fyri bógvin og møta mótstøðu, tá tilgongdin ikki er nøktandi. Álitisfólk og starvsfólk skulu verða kunnað í góðari tíð og verða tikin við uppá ráð og vera við í tilgongdini, tá broytingar ætlandi skulu henda. Sáttmálin ásetir hetta og tað er so sjálvsagt, at ert tú við í tilgongdini, fært høvi at brúka tína vitan og ávirka støðutakanina, ja, so fært tú eisini ognarlut og fært tikið tað nýggja til tín á heilt annan hátt, enn verður tað smoygt niðuryvir høvdið á tær. Vit hava havt fleiri fundir og tætt samskiftið við álitisfólkini í Almannaverkinum seinasta árið. Somuleiðis fleiri fundir við leiðsluna og eisini samstarva við onnur fakfeløg um viðurskiftini. At leggja tveir stovnar saman er eitt stórt og drúgt arbeiði. Stóru broytingarnar skapa órógv og ørkymlan og spurningarnir eru nógvir. At álitisfólkini eru heilt konkret við í tilgongdini er sera umráðandi og at leiðslan lurtar og lagar tillagingarnar eftir tí, tey leggja dent á, tí starvsfólkini eiga ta týdningarmiklu vitanina og serkunnleikan, ið stovninum tørvar, eisini fyri nýhugsan og menning. Lærlingar Vit reistu málið um lærligar og tørvin á teim undir sáttmálasamráðingunum. Í fleiri ár, eru sera fá tikin í læru innan skrivstovuyrkið í almennu umsitingini. Kommunali geirin, serliga Tórshavnar kommuna, hevur harafturímóti regluliga tikið næmingar í læru. Hetta er kanska ikki ein beinleiðis sáttmálaspurningur sum so. Tó er hetta eitt týðandi mál fyri framhaldandi menningina av almennu umsitingini. At seta fólk við, ið hava nomið sær útbúgving innan skrivstovuyrkið. Eisini er umráðandi fyri samfelagið, at tey ungu hava fleiri og fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar. Arbeiðsgevarasíðan segði seg eisini taka málið í stórum álvara og at hetta var eitt mál, tey vildu raðfesta. Vit hava síðani sæð fleiri umsóknir eftir lærlingum og kunnu bert fegnast um, at økið verður raðfest og at almenni arbeiðsgevarin, hevur gjørt álvara av sínum ætlanum. Hetta fer heilt víst at vera samfelagnum til gagns. Fakfelagssamstarvið Eftir sáttmálasamráðingarnar fyri einum ári síðani, eftirmettu fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum gongdina og støðuna. Niðurstøðan var, at samstarvið er týdningarmikið og skal halda fram. Forkvinnur og formenn hittast regluliga á fundi og vit fegnast um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar aftur er við til fundirnar. Umsitingarnar halda eisini regluligar fundir. Saman hava vit møtt til fleiri hoyringar hjá ymsu løgtingsnevndunum, sent felags skriv og ummæli. At tað er í felagsskapi, vit standa sterkast, svitast ikki. Visiónsarbeiði Nevndin hevur síðani í summar arbeitt við visiónum fyri felagið. Bogi Eliasen, samfelagsfrøðing, hevur verið konsulentur og processstýrari í hesum arbeiði. Hetta hevur verið gagnligt og læruríkt. Á álitisfólkafundinum í desembur mánaði luttók Bogi og álitisfólkini vórðu kunnað og tikin við uppá ráð. Nærri verður greitt frá arbeiðnum, niðurstøðum og málum á aðalfundinum. Lív Í mai 2012 handaðu fleiri av føroysku fakfeløgum Vinnumálaráðnum eitt boð uppá at keypa 50% av Føroya Lívstrygg ing. Fakfeløgini settu í vár ein bólk við fimm umboðum fyri feløgini at arbeiða víðari við málinum. Drúgva tilgongdin, sum millum annað fevndi um eina gjølla kanning og meting av Føroya Lívstrygging, er nú komin so langt, at treytaður keypssáttmáli varð undirskrivaður tann 14. desember 2012 á Føroya Lívstrygging. Bólkurin av fakfeløgum keypir helvtina av partabrøvunum, og samstundis fær Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakarar í Lív, hina helvtina handaða frá Føroya Landsstýri. Keypið er treytað av, at Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar góðkenna tað. Keypið av helvtini av Lív vísir á møguleikar fyri øktum samstarvi innan føroysku fakfelagsrørsluna, heldur fakfelagsbólkurin. Hetta er undirbygt av góða samstarvinum innanhýsis í fakfelagsbólkinum, millum fakfeløgini og samstarvinum við Vinnumálaráðið og Ognarfelagið Lív. Fyri tey 18 fakfeløgini, sum eru við í keypinum, er endamálið við keypinum at tryggja limunum eina so góða pensjónsuppsparing, sum gjørligt. Fremsta áhugamálið er, at pensjónsuppsparingarnar geva eitt so gott avkast, sum møguligt, at váðin av íløgum er sum minst, og at umsitingin av eftirlønunum er so góð og bílig sum gjørligt. Feløgini meta keypið verða eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna og føroyska samfelagið. Í hesi drúgvu tilgongd, er vorðið okkum greitt, at onkur broyting er gjørd, ið LÍV ikki hevur sent kunning um. Rentan er og hevur leingi verið lág og landskassaveðhaldið stórt. Eigarin hevur gjørt greitt, at táttast skal í og veðhaldið tálmast, ja minkast. Ein broyting er, at fólk við kapitaluppsparing kunnu ikki longur verða verandi í LÍV 1, tá tey gerast 67 ár. Tá mugu tey antin velja at flyta eftirlønaruppsparingina í LÍV 2, marknaðar rentu, ella taka peningin út. At eigarin, Føroya Landsstýri, krevur inntriv at tálma veðhaldinum, er ein avgerð, eigarin hevur tikið, tí hann hevur mett hetta neyðugt. Tað er tó sjalvsagt ikki í lagi, at kundarnir ikki fáa slíka kunning skjótast tilber og hetta hava vit gjørt eigaranum greitt. Samskiftið og kunning er alneyðug, so kundarnir kenna viðurskiftini. Hetta er eisini eitt øki, vit ynskja styrkt. Vit vita, at LÍV ætlar at uppraðfesta kunningarpartin og millum annað eisini arbeiðir við alternativum til teirra, ið gerast 67 ár og hava polisur í LÍV 1. Tað fegnast vit um. Samlagstryggingin Aðalfundur Samlagstryggingargrunsins verður aftur í ár hóskvøldið eftir aðalfund felagsins. Í ár verður aðalfundurin tískil 14.03. og verður hann í hølum felagsins. Nevndin hevur arbeitt við støðugt at lækka tryggingarprosentið og er tað í dag 1 %. Hetta eina prosentið verður fyrst tikið av eftirlønaruppsparingini, lagt afturat a-inntøkuni, skattað og síðani flutt grunnin. Øll útgjøld eru skattafrí og tí er tað skattaður peningur, ið verður fluttur í grunnin. At gjaldið støðugt er lækkað, merkir ikki, at okkara tryggingar hava verri dekning enn áður. Heldur er okkara samlagstryggingin styrkt. Seinast keypt er hjúnafelaga/samlivaradekningur og fyri sama kostnað. Hesin merkir, at missir limur makan, fær limur útgoldið helvtina av egnu lívstryggingarupphæddini. Málið er áhaldandi at betra um tær tryggingar, vit hava teknað og at kostnaðurin er so sámuligur, sum tilber. Limir felagsins, ið starvast hjá SEV, eru nú eisini við í okkara samlagstrygging. Áður hava tey havt aðra trygging, ið SEV hevði teknað teirra vegna. At limir felagsins nú eru savnaðir og umfataðir av somu trygging, fegnast vit um. Eftirlønin Vit hava bíðað eftir eftirlønarreformi, ella pensiónsnýskipanin, í fleiri ár. Tað var lítið í restaði í, at fáa eitt heilskapað uppskot á heysti 2011. So varð okkara eftirlønarskipan kollrend av undanskattingini. Hetta mál, pensiónsnýskipanin, hevur drigið út í fleiri ár. Hon var næstan í pottinum tá. Fakfelagssamstarvið hevur skrivað fleiri hoyringsskriv higartil. Og tað gera vit aftur nú eisini, tí nú er aftur komið lógaruppskot til hoyringar. Vandamálið er tó millum annað, at hetta er bert partur av eini samlaðari heild, ið er sent til hoyringar. Og vit gera greitt, at lógaruppskotið má sendast til hoyringar sum ein heild. Ikki í bitum, so heildin verður mist burtur. Eisini bólkurin av feløgum, ið keypa LÍV, sendir hoyringssvar. Nærri verður at frætta á aðalfundinum. Breitt samstarv og álit eru neyðug, skulu reformar setast í verk og fólkið taka væl ímóti teimum. At byggja upp tekur langa tíð. At bróta niður tekur onga tíð. AlS Fyri kortum hevur málið viðvíkjandi stjóranum fyri ALS fylt nógv í miðlunum og eisini hjá okkum fakfeløgum. Eitt mál, ið viðførdi, at feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum heittu á Stýrið fyri ALS at leggja frá sær. Fyrst greiddi hann sjálvur frá, at hann hevði sagt seg úr starvinum. Dagin eftir greiddi nevndarformaður frá, at stjórin hevði sagt upp og at avtala var gjørd um eitt ára løn. Eini 900.000 krónur frá ALS og krónur 300.000,­ frá Trygdargrunninum. Henda seinna upphæddin løn, ið stjórin átti til góðar frá Trygdargrunninum fyri tvey ár. Vit vita øll, at sigur tú teg sjálvan úr starvi, fært tú ikki uppsagnarløn. So her ruggaði ikki rætt. Sannleikin var tann, at Stýrið ikki longur hevði álit á stjóranum og tí hevði gjørt eina fráfaringaravtalu, sera lukrativa avtalu, við stjóran. Ikki eru nógvir mánaðir síðani, at sama stýrið tvíhelt um, at neyðugt var at gera munandi broytingar, skerjingar, í útgjaldinum frá ALS. Sí brot úr mótmælisskrivinum, feløgini tá sendu, seinni í hesum broti. Stýrisumboðið fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum innkallaði feløgini til fundar. Eftir fundin tóku feløgini samanum, og avgjørdu at heita á stýrið um kollektivt at leggja frá sær alt fyri eitt. Landstýrismaðurin í vinnumálum koyrdi nevndarformannin frá og tveir stýrislimir hava lagt frá sær. Hini umboðini hava ikki trekt seg. Stýrið er valt fyri eitt fýra ára skeið og val verður í heyst. Tað er at siga, at okkara umboð annars hevur gjørt eitt gott arbeiði í ALS Stýrinum í nógv ár. Vit hava havt eitt regluligt samskifti, kjakast og fingið kunning um viðurskiftini og støðuna hjá grunninum. At málið kom fram og innlit bleiv givið, hevur íhvussu er havt ta positivu avleiðing, at tá tað nú bleiv sókt eftir stjóra, er lønin endurskoðað og lækkað. Gylt lógvatøk skulu heldur ikki góðtakast. Hinvegin skulu greiðar setanar- og uppsagnartreytir galda. Hetta bæði harmiliga og keðiliga mál, fer vónandi eisini at hava við sær, at barnið framyvir verður kallað við sínum rætta navni. Brot úr mótmæliskrivinum, sent 3. mai 2012. At neyðugt er at tálma útreiðslum grunnsins eru fakfeløgini greið yvir og samd um, tó kunnu vit ikki góðtaka, at tey arbeiðstøku skulu bera so stóran kostnað av broytingunum. Vit taka als ikki undir við at bíðidagar aftur verða ásettir. Heldur skal lógarbroyting gerast, sum ásetir treytir, um fólk gerast arbeiðsleys fleiri ferðir innan stutt tíðarbil. Hámarkið á krónur 600.000, skal avtakast og inngjaldið í grunnin kann økjast, at avmarka tapið í grunninum. At skerja hægsta útgjaldið við krónur 2.500, kunnu vit heldur ikki taka undir við. Hetta er ein alt ov stór skerjing. Vit eru fullsamd um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, og einans teir, ið vara av ALS, og Løgtingið skal ikki taka Stýrið av ræði. Vit heita tískil á Stýrið at endurskoða teirra tilráðing og skipanina og at málið verður tikið aftur úr tinginum. At seta ferð á búskapin, skapa størv og steðga skerjingum, hetta kunnu landsins myndugleikar avgera, so eisini støðan hjá ALS grunninum verður munandi styrkt. Fasti gerðarrættur Støðan er hin sama í málinum um verkfallið hjá Sjúkraflutningstænastuni. Enn er úrskurður ikki sagdur. Úrskurðurin hjá fasta gerðarrætti, tá Sjúkraflutningstænastuna var í verkfalli á vári 2010, var tann, at verkfallið var heimilað stríðsstig, men fráboðað við ov stuttari freist. Øll fakfeløgini, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, vóru púra samd um at gerðarrætturin var farin út um sínar heimildir, at hann yvirhøvur segði úrskurð um freistir. Vit hava onga fráboðanarfreist, so einfalt er tað. Øll standa saman um hetta álvarsmál. Málið bleiv seinni kært og hevur fasti gerðarrætturin avgjørt, at málið er av slíkum prinsipiellum slagi, at tað verða allir átta dómarar, ið skulu døma í málinum. Væntandi var, at málið kom fyri á vári 2011, síðani í 2012, men enn er úrskurður ikki sagdur. At málið er serstakt og drúgført er greitt, og vit vita eisini, at onnur viðurskifti hava seinkað gongdini. Starvsmannafelagið hevur tó gjørt greitt, at nú er so long tíð umliðin, at málið má fyri gerðarrættin nú. Onnur mál hava verið og eru á veg í gerðarrættin. Okkurt mál er eisini semju fingin um við arbeiðsgevarasíðuna, júst áðrenn ásettan fund í fasta gerðarrætti. Á aðalfundinum verður fasti gerðarrættur eisini umrøddur. Tiltøk, síðan seinasta aðalfund Atgongumerki til Summarfestivalin Eisini í fjør fingu limir møguleika at ogna sær bíligari atgongumerki umvegis felagið. Tá kostaðu atgongumerkini krónur 650, Øll 200 atgongumerkini blivu seld. Vit eru í løtuni í holt við at selja sama tal av atgongumerkjum, ið vit hesuferð selja fyri 580 krónur. Tey eru um at vera útseld. Álitisfólkaskeið við Gjógv 2 grundskeið vóru á vári og 2 framhaldsskeið á heysti 2012, fyri nývald álitisfólk. Hesi vóru hildin við Gjógv. Hetta eru tríggja daga internatskeið. Vit høvdu umleið 31 nýggj álitisfólk í alt á skeiði. Álitisfólkaskeið við Norrønu Í sambandi við at felagið fylti 50 ár í 2011, var ætlanin at halda skeið fyri verandi álitisfólk umborð á Norrønu og í Íslandi tað árið. Nærri lýsing er í brotinum um álitisfólk. Hetta skeiðið var hildið 4. til 7. juni á veg til Íslands. 50 luttakarar vóru á skeiðnum. evni og fyrilestrahaldarar vóru hesi. Fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit, Sigmund Poulsen. Álitisfólkaskipanin, rættindi og skyldur, Onnu Johannesen. Happing, Rigmor Dam. Trivnaður og samskifti, umframt kunning um ALS, Bergtóru Høgnadóttir Vit fingu eisini frágreiðing frá fakfelagnum AFL um teirra arbeiði, tá vit vitjaðu tey á Reyðarfirði. Vitjan á stovnum Síðan seinasta aðalfund hava vit havt ein vitjanardag og tað var á stovnum í Tórshavn 21 mars. Vit deildu nevnd og umsiting í tveir bólkar, soleiðis at vit náddu so nógvar stovnar sum til bar. Norðurlandahúsið var karmur um fyrilesturin við Niclas Hera Jákupsyni tann 21. Mars 2012. Evnið var Út við strongd og inn við lívsgleði. Fyrilesturin var limatiltak og so at siga fullur salur. Eini 400 limir møttu og tiltakið var ókeypis. Afturmeldingarnar frá limum vóru sera jaligar, og vit fegnast um, at limir fingu nøkur góð gullkorn við sær heimaftur. Nevnd og umsiting á vitjan kring landið Síðani á vári 2009 hava nevnd og umsiting verið og vitja limanna arbeiðspláss kring landið. Ætlanin er, at hetta verður ein afturvendandi táttur í eini fastari legu. Seinni í ár fara vit undir aðru rundferðina. Vit gleða okkum til framhaldandi at vitja kring landið Vit meta tað av stórum týdningi, bæði fyri nevnd og umsiting og limir felagsins, at vit kunna hittast á henda hátt. Vit hittast, andlit til andlits og vit fáa nærri innlit í tey alskyns starvsøki, limirnir røkja. Vit ynskja at nevnd og umsiting gerast meira sjónlig fyri limirnar og vónin er, at vit øll á henda hátt kenna okkum tættari hvørjum øðrum í felagnum. Okkara fatan er, at vitjanirnar hava verið jaliga móttiknar av limunum. Vit eru sera fegin um ta kunning og vitan, vit hava fingið frá tykkum og takksom fyri blíðskapin, okkum hevur verið sýndur allastaðni. Vit gleða okkum til framhaldandi at vitja kring landið. Stovnan av fakbólkum Starvsmannafelagið hevur arbeitt í longri tið við at endurskoða bygnað felagsins. Ein arbeiðsbólkur saman við einum fylgibólki, hevur arbeitt og fyrireikað hetta arbeiðið. Sum vit vita, fevnir Starvsmannafelagið sera breitt fakliga. Tí var mett, at tað var tørvur á at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri okkara limir. Endamálið við fakbólkinum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Niðurstøðan av fyrireikingunum er, at ætlandi verða 19 fakbólkar í felagnum. Tá hava vit, í flestu førum, samansjóðað fak, vit meta eru í familju við hvørt annað, í hesar bólkar. Trý áhugafeløg hava verið aktiv í áravís. Tey eru Bókavarðafelagið, Læknaskrivarafelagið og Sosialráðgevafelagið. Tey eru sjálvsagt stovnað fyri árum síðani og eru íroknað teir 19. So vit stovna tískil 16 fakbólkar. Higartil hava vit stovnað niðanfyristandandi bólkar, og er arbeiðsnevnd vald fyri hvønn teirra at sjóseta teir. Um væl gongur í hond, eru vit komin á mál, tá aðalfundurin er. Nærri verður greitt frá tann níggjunda mars. Álitisfólkaskeið og val Í oktobur 2013 verður aftur álitisfólkaval. Valið er annaðhvørt ár. Talið á álitisfólkum er útvið 130 og seinnu árini hevur talið á nývaldum ikki verið stórt. Vit fegnast sjálvsagt um, at fleiri álitisfólk vilja átaka sær hesa stóru ábyrgd ár undan ári. Felagið leggur stóran dent á og orku í at menna álitisfólkaskipanina. Eins og undanfarin ár, verður tí skipað fyri álitisfólkaskeiðum á vári og heysti 2014. Álitisfólk hava saknað at hildin verða onnur skeið, og á álitisfólkafundi fyri nøkrum árum síðani varð staðfest, at hetta serliga var í mun til tær truplu samrøðurnar. Í juni mánaði 2012 var sera áhugavert og væleydnað álitisfólkskeið umborð á Norrønu, bæði meðan hon lá við kei í Havn og á Seyðisfyrði, í lántum hølum í Íslandi og á veg heimaftur. 50 fólk luttóku. Hetta skeiðið skuldi ætlandi haldast í 2011, men sum áður greitt frá, avlýstu vit tá, vegna tess, at lønarviðurskiftini hjá íslendsku starvsfólkini umborð, ikki vóru eftir føroyskum sáttmála ella sáttmála, ið føroyskt fakfelag hevði góðkent. Vit vildu ikki góðtaka, at grundleggjandi viðurskifti ikki vóru í lagi. Broytingar hendu umborð, og hvør veit, um ikki ein orsøkin til tess var, at vit ikki vildi góðtaka viðurskiftini í 2011. Vónin er, at mong kend álitisfólk aftur verða at síggja, tá valið er av í heyst eins og tað somuleiðis er týdningarmikið at seta nýggj við. Øllum tykkum, ið higartil hava átikið tykkum hesa stóru ábyrgd og tykkum sum fara at átaka sær hana, takka vit hjartaliga. Leiklutur tykkara er ómissandi fyri felagið og fakfelagsrørsluna. Starvsblaðið og heimasíðan Starvsblaðið hevur í mong ár verið týðandi partur av kunning felagsins. Blaðið kemur út fýra ferðir um árið, eina ferð um ársfjórðingin. Blaðið er størri enn áður, tá tað kom út eini fimm, seks ferðir um árið. Framvegis er endamálið, at blaðið er so viðkomandi og upplýsandi sum gjørligt. Rit og Ráð við Torfinni Smith er holli samstarvsfelagin í sambandi við Starvsblaðið. Heimasíðan verður javnan dagførd við kunning og tíðindum. Málið er, at síðan verður ein virkin viðspælari í almenna orðaskiftinum og viðkomandi fyri limir felagsins. Umframt heimasíðuna, hevur felagið eisini eina síðu á Facebook. Rigmor Dam varð vald á ting á heysti 2011 og er í farloyvi úr starvi sínum. Vit søktu eftir ráðgeva fjørvár, eitt tíðaravmarkað starv. Umframt tíðindapartin, so vóru uppgávurnar millum annað eisini greiningar og taltilfar í sambandi við samráðingarnar, ið vóru í hondum. Nevndin avgjørdi at seta Beintu Löwe Jacobsen, journalist og samfelagsfrøðing, í starvið sum ráðgevi. Fyrsta desembur fór Beinta í annað starv. Nevndin fer í vár at taka støðu til, hvussu hesin parturin av arbeiðnum skal skipast framyvir. Okkum tørvar, at kunningarparturin verður raðfestur, eins væl og at umsitingin sum heild hevur góðar karmar at virka undir. Fólkafundurin 2012 Í døgunum 21. og 22. septembur var Fólkafundurin 2012 hildin í Hoyvíkshøllini. Starvsmannafelagið luttók á Fólkafundinum við einum bási, har vit settu fokus á okkum sum felag og vitjandi kundu fáa faldarar um virðisgrundarlag, hvørji rættindi limur hevur, kunning um okkara eftirlønarskipan v.m. Felagið hevði nógva vitjan á básinum og sjálvsagt fall prátið inn á sáttmálasamráðingarnar, sum vóru ígongd. Umframt básar so vóru nógv almenn tiltøk so sum fyrilestrar, politikkur o.a. Fólkafundurin er eitt tiltrongt tiltak, har tilber at skifta orð um alskins samfelagslig viðurskifti og at møta fólki, sum taka avgerðir, eins og at netverka um felags áhugamál. Vónandi verður Fólkafundurin eitt afturvendandi tiltak, og vit luttaka heilt vist aftur. Felagshølini Góðu høli felagsins í J.H. Schrøtersgøtu 9 eru nógv nýtt og umbiðin. Tey eru væl umtókt av limunum eins væl og mongum øðrum. Her er nógv virksemi. Skeið, felagsfundir, ymiskar veitslur og hald. Barnadópar, føðingardagar, brúdleyp, konfirmatiónir, ervi og aðrar týðandi løtur í lívinum hava hølini verið karmur um. Tað er hugaligt at áhugin er so stórur millum limirnar og at hølini verða gagnnýtt. Eisini garðurin sunnanvert húsini er sera væl umtóktur og er vakur at skoða og njóta allar árstíðir. Atkomumøguleikarnir til niðaru hæddina eru góðir, eisini hjá fólki í koyristóli. Tað er ein sjálvsagdur rættur at atkomumøguleikar eru í lagi. Enn manglar tó lyfta í húsunum. Sum greitt frá í fjør, er soppavøkstur staðfestur í húsunum. Tí er neyðugt at umvæla húsini. Vegna tess, at neyðugt er at umvæla, so er ætlingin eisini at fáa lyft yvirtromina og innrætta loftið, so rúmsáttari verður. Hetta varð greitt frá á farna aðalfundi og tikið verður afturíaftur málið á komandi aðalfundi. Summarhúsini við Gjógv og í Skálavík Fremsta uppgáva Starvsmannafelagsins er sjálvandi at tryggja limunum so góð lønar- og starvsrættindi sum tilber. At eitt fakfelag eisini er virkið á øðrum økjum, soleiðis at limirnir merkja teir eru í einum góðum felagsskapi, meta vit sum eina uppgávu hjá okkum sum fakfelagi. Tað kann vera á fleiri økjum. Sum til dømis at bjóða limum at frítíðin kann verða notin í hugnaligum umhvørvi í føgru náttúru okkara og fyri upphædd, ið er sámulig. Tað er gott at kunna ferðast í egnum landi. Vit framleiga húsini í Stólpa við Gjógv, og hevur undirtøkan verið sera góð, serliga summarhálvuna. Avtalan við eigaran er endurnýggjað ár undan ári í fleiri ár. Til ber at kanna á heimasíðu felagsins nær húsini eru tøk. Eisini kannst tú ringja til felagið seinnapartar ella senda eitt teldubræv at umbiðja húsini. Summarhús okkara í Skálavík vóru tikin í nýtslu á heysti 2010. Alskyns hentleikar eru í húsunum og tey eru snøgg. Vit fegnast um at hetta gjørdist veruleiki. Húsini eru bæði umhvørvisvinalig og atkomulig hjá fólki í koyristóli. Grundøkið átti Postfelagið og tá Postfelagið og Starvsmannafelagið løgdu saman í 2007, var grundøkið við í samanleggingini. At gagnnýta hetta aktiv var ongantíð ivi um, og á Oyrarvegi 13 í Skálavík stendur snotuligt summarhús, ið limir felagsins eiga. Húsini verða málað í summar. Vit løgdu tíð av í fjør, so ongin er í húsunum í meðan. Eisini verður økið kring húsini liðugtgjørt. Hetta hevur sjálvsagt verið ætlingin av fyrstan tíð og í fjør sendu vit fyrispurning til Skálavíkar kommunu í mun til økið kring húsini. Limirnir hava tikið serstakliga væl ímóti húsunum og mong hava longu verið og ferðast í Skalavík. Enntá um jóltíðir hevur glæman frá kertuljósum bleiktra í vindeygunum. Húsini eru sera nógv umbiðin, so umráðandi er at bíleggja í góðari tíð. Ikki kann sigast annað enn at nýggju summarhúsini eru ein góð íløga. Fleiri ár eru liðin, síðani Starvsmannafelagið á fyrsta sinni gjørdi avtalu við danskar fólkaferðir. Avtalan inniber, at limir felagsins kunnu fáa avsláttur av teirra ferðatilboðum í Danmark og aðrastaðni. Hesi tilboð hava havt áhuga millum limirnar og fleiri hava gagnnýtt møguleikan fyri avsláttri. Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira. Tilboð, ið fyritøkur veita limum felagsins Í nøkur ár hava vit lagt okkum eftir og arbeiða áhaldandi við at útvega limum tilboð, sum vit kenna tað frá øðrum londum. Tað eru fleiri handlar, virki, matstovur o.ø. vit hava sett okkum í samband við hesi árini. Limaskarðin er stórur í føroyskum høpi og fleiri fyritøkur hava sýnt áhuga. Avtalan er, at limir okkara fáa avsláttur og fyritøkurnar fáa ókeypis lýsing á heimasíðu okkara og hava eisini havt lýsing í Starvsblaðnum. Avsláttaravtalurnar finna tit á heimasíðuni. Vit vita, at fleiri nýta møguleikan at fáa avsláttur av vørum og tænastum. Hetta er lætt og ómakaleyst, tú vísir bara limakortið, tá rindast skal.Um onkrum onkursvegna manglar sítt limakort, so ringir ella skrivar tú til felagið og fært kortið sendandi. Norðurlendskt og altjóða samstarv Starvsmannafelagið er limur í altjóða fakfelagsskapinum PSI og ISKA. PSI hevur 20 milliónir limir í 640 fakfeløgum í 150 londum kring knøttin. Formaður nú er onglendingur og ein italsk kvinna er nývald aðalskrivari. ISKA ella PSI varð sett á stovn í 1907. Eisini í europeiska EPSU er felagið limur. Í norðurlendskum høpi er felagið limur í trimum felagsskapum og einum tvørgangandi. Forkvinnan hevur sætið í stýrinum. Noreg hevur formansskapin og Erna er forkvinna hesi árini. Felagsskapurin er býttur upp í serlig arbeiðsøki. Í NTR eru vit eisini umboðað. Næstformaðurin situr í stýrinum og samskiparin í sekretariatinum. Hesin felagsskapur umboðar starvsfólk í kommunalum høpi. Felagsskapurin helt í 2012 sína árligu ráðstevnu í Svøríki og 2013 eigur Ísland tørn. Londini skiftast um at hava formansskapin eitt ár í senn. Síðani 2007 hava vit eisini verið limir í NSO og eru somuleiðis umboðað í hesum stýri. Forkvinnan í stýrinum og felagsskrivarin í sekretariatinum. Eisini í NSO hava londini formansskapin eitt ár í senn. Norska fakfelagið YS Stat yvirtók formansskapin eftir danska HK Stat á ráðstevnuni í Danmark í august 2012. Tískil verður árliga ráðstevnan í Noregi í 2013. NOFS, sum er norðurlendskur partur av EPSU og PSI, eiga vit eisini luttøku í. Hetta tengt at okkara limaskapi í NTR og NSO Ráðstevnur Norðurlendsku fakfelagsskapirnir NTR og NSO hava ráðstevnur á hvørjum ári, og verða ráðstevnurnar hildnar í tí landi, sum hevur formansskapin tað árið. NTR ráðstevnan var í juni mánaði í Falkenborg í Svøríki, og NSO ráðstevnan var á skeiðstaðnum Klinten í Rødvig í Danmark. Evnini á hesum báðum ráðstevnum vóru avleiðingarnar av fíggjarkreppuni, sum herjar í Europa, og serliga í londunum Grikkalandi, Italia, Spania, Portugal og í Írlandi. Tað er eingin loyna, at tað eru stórir mentanarligir og demokratiskir skilnaðir ímillum londini í suðureuropa og í norðanlondum og hvussu vit hava valt at fíggja og skipa okkara vælferðarsamfeløg. Umframt at hava eitt altjóða evni á ráðstevnunum, so hevur hvørt landið sítt innslag. Í okkara føri var ljós varpað á, hvussu vit hava skipað okkara ALS-skipan, umframt stóru demografisku avbjóðingina vit standa yvir fyri og við eini vaksandi fólkafráflyting. Í ár hevur Ísland formansskapin í NTR og verður ráðstevnan hildin í Reykjavík seinast í august mánaði. Í NSO hevur Noreg formansskapin, og verður ráðstevnan hildin í Tromsø fyrst í juni mánaði. Endi Takk fyri enn eitt hendingaríkt og spennandi ár. Mál felagsins er áhaldandi at styrkja og verja limanna rættindi og kor, og tað er framvegis stavnhaldið. Vælkomin til aðalfundar, ið hesuferð, og fyri fyrstu ferð, verður í Læraraskúlahøllini. Eginognin minkar Annað árið á rað kann staðfestast at ognin hjá Samlagstryggingargrunninum minkar. Hetta kemur tó ikki óvart á. Á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani varð samtykt at inngjaldið til grunnin skuldi lækkast við einum triðingi, úr hálvumøðrum prosenti niður í eitt prosent av lønini, ið ein fær. Samstundis varð avgjørt at víðka og betra um tryggingarnar, millum annað við hjúnarfelagsdekningi og gjaldsundantøku, ið røkkur fram til fráfaringaraldur um neyðugt. Tað kann kanska kennast sum ein andsøgn, at inngjaldið verður minkað samstundis sum tryggingarnar verða betraðar. Hetta ber tó til, tí aðalfundurin tók samstundis avgerð um at sonevnda lokaupphæddin hvørvur úr tryggingarskipanini í 2027. Árini frá 2018 til 2027 verða so nýtt til eina niðurlaðing av upphæddunum, ið verða útgoldnar. Longu áðrenn aðalfundurin samtykti broytingarnar var greitt, at avgerðin um at minka inngjøldini kemur at hava við sær, at grunnurin, ið annars er sera væl kjølfestur, komandi árini kemur at hava eitt undirskot í rakstrinum og tí kemur at eta av grunnafænum. Lagt er tó upp fyri hesum og framrokningarnar vísa, at eingin vandi er fyri at grunnurin ikki kann svara hvørjum sítt. Inntøkurnar minkaðu nakað farna ár. Fyrst og fremst av lægri rentuinntøkum, men eisini orsakað av einum lítlum falli í inngjaldinum. Sjálv samlagstryggingin kostaði minni enn árið frammanundan, men ein lægri bonustilskriving hevur við sær, at samlaða gjaldið tó bert minkar við 800.000 krónum. Hetta hevur við sær, at grunnurin annað ár á rað hevur eitt hall, ið liggur oman fyri 4 milliónir krónur. Rakstrarhallið verður tikið av eginognini og hevur hetta við sær, at hon minkar. Grunnurin er tó væl fyri og eginognin er oman fyri 39 milliónir krónur. Fremsta virki hjá grunninum er jú at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Hóast vit kunnu siga, at skaðagongdin hevur verið góð tí at útgjøldini ikki eru so stór, so er tó einki ár uttan skaða, ið allir hava ávirkan á mannalagnur. Heldur ikki í 2012 eru vit sloppin undan menniskjaligum missi. Grunnurin hevur havt trý útgjøld í sambandi við deyða og sjey limir hava fingið útgjald í sambandi við hættisligar sjúkur. Aftrat hesum er lokaupphædd útgoldin 45 fólkum í 2012. Hóast peningurin, ið varð útgoldin í sambandi við lívs- og sjúkutryggingarnar ongantíð kann viga upp móti missinum av einum persóni ella einari viknandi heilsu, so er hetta vónandi ein hjálp, ið á onkran hátt kann linna um. Endaligi roknskapurin verður framlagdur á aðalfundinum, sum verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum hóskvøldið 14. mars klokkan 19. Hjartastartari í húsinum Starvsmannafelagshúsið verður nógv brúkt av nevnd, starvsfólkum, viðskiftafólki og limum. Ikki minst eru hølini haraftrat útleigað til alskyns tiltøk. Tí mettu vit, at tað er umráðandi at hava ein hjartastartara í húsinum. Hesin hongur í gongini, beint sum man kemur inn gjøgnum høvuðsdyrnar í J. H. Schrøtersgøtu 9. Um tað skuldi verði neyðugt at brúka hjartastartaran, so er eitt lyklaskáp við síðuna av, har man hálar lúkuna útfrá, fyri at fáa fatur í lyklinum til hjartastartaraskápið. Tá ein opnar skápið, so fer at ýla, men tað skal man ikki ræðast. So tekur man boksina út úr skápinum, tekur startarin úr, og opnar lokið á boksini. So byrjar startarin at tosa, og tað er umráðandi at lurta og gera akkurát, sum startarin sigur. Tað hongur eitt skaft saman við boksini, ið er at leggja á bringuna. Hetta er at trýsta á í sambandi við hjartamassagu. Trýst verður í takt við ljóðið frá startaranum. Um tit skuldu fingið brúk fyri startaranum, og ikki hava roynt slíkan áður, verið ikki bangin, tit fáa góða vegleiðing. Sáttmálasamráðingarnar við føroya arbeiðsgevarafelag um sáttmála fyri Føroya Tele og Posta Nýggjur 2 ára sáttmáli galdandi frá 1. januar 2013 til 1. januar 2015 varð undirskrivaður 13. desember 2012 fyri sáttmálaøkini Føroya Tele og Posta. Í sáttmálaskeiðinum hækkar lønin 1. januar 2013 við 1,13%. 1. januar 2014 við 1,89%. Hetta er sama lønarhækking sum hini fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið. Harumframt eru broytingar gjørdar í vaktargjøldum, soleiðis at framyvir verða vaktargjøldini ein prosentpartur av einum lønarstigi. Hetta viðførir at vaktargjøldini hækka samstundis sum lønin hækkar. Uppsagnartíðin hjá starvsfólki, sum eru vald til álitisfólk, verður longd, soleiðis at ein mánaður verður lagdur afturat tí uppsagnartíð, sum starvsfólkið hevur vunnið sær. Umframt omanfyri standandi broytingar eru eisini aðrar ásetingar broyttar viðv. hvílitíð, eyka samsýning fyri at arbeiða á útoyggj, undantaki í samband við verkfall v.m. Eins og í semjunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er avtalað protokollat um Rúmliga arbeiðsmarknaðin. Felags átak 8. apríl 2013 í norðurlandahúsinum Í semjuni, sum varð gjørd millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 1. oktober 2012 er avtalað. Felags átak. Partarnir eru samdir um at fara undir í felag at skipa fyri átøkum, sum kunnu økja trivnaðin í tí almenna og kommunala geiranum. Eisini koma Posta og Føroya Tele at luttaka í hesum felags átaki. Átakið verður tann 8. apríl í norðurlandahúsinum, tá ið vit fylla húsið við álitisfólki og varaálitisfólki, leiðarum, stjórum v.m. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fara tit at frætta nærri um skránna fyri dagin so skjótt sum hon er liðug. Setið tí longu nú kross í kalendaran tann 8. apríl, allan dagin. Hetta fyrsta átakið hevur yvirskriftina Sosialur kapitalur, ið ein íløga í tað góða arbeiðslívið. Dagurin verður skipaður við fyrilestri, royndir við at arbeiða við sosialum kapitali á arbeiðsplássum, orðaskifti og spurningum, v.m. Vit gleða okkum at síggja álitisfólk og varaálitisfólk saman við stjórum og leiðarum í Norðurlandahúsinum 8. apríl. Ein fullsettur airbussur um árið Ræðandi veruleiki, sum ritstjórarnir á bókini EXIT Føroyar leggja fram, men enn er vón fyri framman tí vit hava avgjørdar vakstrarmøguleikar, halda rithøvundar í bókini. Ein av føroysku bókunum, sum kom út stutt fyri jól, var EXIT Føroyar, sum Høgni Reistrup og Heri á Rógvi ritstjórnaðu. Bókin gjørdist ein bestseljari, og sigur tað okkum so mikið, at evnið er fyri mong sera viðkomandi. Bókin snýr seg um stóru fólkafráflytingina, serliga av ungfólki, sum leita sær út í heim, tey flestu at nema sær hægri útbúgving. Stórur partur av hesum fólkum koma ongantíð heim aftur á klettarnar. Í bókini greiða nøkur av hesum fólkum frá, hví tey fluttu av landinum og hvørjar forðingarnar eru fyri at tey kunnu koma heimaftur. Harafturat eru onnur, sum siga sína hugsan um sama mál, og hava okkurt boð uppá hvat Føroyar sum samfelag kann ella skal gera fyri at fólk í størri mun aftur kunnu virka og trívast í heimlandi sínum. Við støði í bókini endurgeva vit nakað av tí, sum har er skrivað. Skelkandi tøl Eftir miklu kreppuárini fyrst í nítiárunum, tá fólkatalið minkaði við millum 5 og 6.000 fólkum niður í umleið 43.000, vaks tað so líðandi upp aftur til á leið tað sum tað var frammanundan, men hesi seinastu árini er tað av álvara gingið skeiva vegin. Ein kanning vísir, at 60 prosent av øllum føroyingum, sum fara undir hægri útbúgving, fara av landinum. Helmingurin kemur heimaftur fyrr ella seinri. Tað vil so aftur siga, at einir hálvtannaðhundrað føroyingar fara árliga av landinum og koma ongantíð aftur, ein fullsettur airbussur um árið. Samanborið við grannalondini fara eini 25 prosent av íslendingum av landinum í lestrarørindum, men flestu koma heimaftur. Í hinum norðanlondunum fer bert eitt fátal heimanífrá at nema sær hægri útbúgving. Flestu av teimum, sum flyta, eru ungfólk. Millum 2009 og 2011 fluttu 937 fólk í aldrinum 20 til 29 ár av landinum. Vansar So er spurningurin, hví mong flyta av landinum og ikki so mong flyta heimaftur. Mong eru boðini. Væntandi vælferðartænastur, vantandi bústaðarmøguleikar, høgt kostnaðarstøði, høgir flogprísir, vánalig kor hjá støkum uppihaldarum, mentanarlig konservatisma, vantandi granskingarumstøður og ov fá mentanartilboð. Onkur sigur, at vánaliga veðrið heldur teimum aftur við at flyta heim aftur til Føroya, og annar vil vera við, at øvundsjúkla, slatur og jantelógin styggir føroyingar úr Føroyum. Ein av teimum sum hava givið sítt íkast í bókini er Ben Arabo, sum nevnir tríggjar grundleggjandi fortreytir fyri at búgva í Føroyum. Frælsi, tryggleiki og bíligt at liva. Frælsi, møguleikarnar at fara á flot, ferðast í náttúruni o.a., sum vit hava. Vit hava eisini eitt trygt samfelag, men bíligt er tað ikki. Ben Arabo ger vart við, at ein útjaðari kann ikki vera eitt av heimsins dýrastu londum at búgva í. Ein annan trupulleika hann nevnir er at fólk tykjast at vera óvælkomin heimaftur. TAKS hevur onga vælkomuheilsan til hesi fólk. Tollvaldið grópar alt viðføri fyri kanska at finna ein nýggjan komfýr ella sofu tey hava heim við sær. Lat tey, um tey hava hug til tess, hava eina heila bingju við sær, og ynsk teimum vælkomnum heimaftur, sigur hann. Eisini heldur Ben Arabo, at tað átti at verið lættari at stovna egið virkið, enn lættari enn tað er í grannalondunum. Her eru ov nógvir tvørleikar heldur Ben Arabo, og spyr hví skal ein íverksetari, sum selur vaflur og kaffi til ferðafólk í Sandoynni, av myndugleikunum verður viðfarin sum eitt miðalstórt kontinentalevropeiskt slaktarí, og hann heldur, at avbjóðingin er ikki fráflytingin, men at Føroyar gera seg ikki nóg attraktivar at flyta aftur til. Soytir kvinnurnar frá sær Tað er ein sannroynd, at tað eru serliga kvinnurnar, sum støðast illa í Føroyum. Í 2011 vóru útvið 1900 færri kvinnur enn menn í aldrinum 10-59 ár. Føroyar eru við hesum eitt av heimsins londum sum eru ringast fyri í so máta. Serliga er her talan um kvinnur í aldrinum millum 20 og 24 ár sum flyta av landinum, og tað heldur Erika Hayfield, ráðgevi í Vinnumálaráðnum vera einki minni enn skakandi. Hon sigur millum annað, at vinnan er siðbundin og dregur ov fáar kvinnur til sín. Møguleikarnir at seta føtur undir egið borð eru eisini avmarkaðir, og so er kostnaðarstøðið eisini ov høgt. Siðbundna veiðisamfelagið stoytir kvinnurnar frá sær tí hetta gevur ov fáar starvsmøguleikar til kvinnur, sigur Erika Hayfield. Hon vísir eisini til eina kanning millum næmingar í 8. flokkum sum vísir, at nógv fleiri gentur enn dreingir ætla at flyta til stórbýirnar, oftast at fáa sær eina útbúgving. Hetta gevur eisini eina heilt skeiva fólkasamanseting. Møguleikar eru Rithøvundarnir í bókini EXIT Føroyar hava bæði mong og ymisk hugskot um, hvussu bøtast kann um syndarligu gongdina. Nøkru teirra eru, at vit skipa munandi fleiri útbúgvingar her heima, millum annað fyrsta partin av framhaldandi útbúgvingum, at Føroyar gerast eitt meira dynamiskt og minni siðbundið samfelag, tí vit hava avgjørdar vakstrarmøguleikar við millum annað ferðavinnu, matvørumenning, kreativum vinnum, medisin, biotøkni og oljulandavinnu og frálandavinnu. Í mai 2012 handaðu fleiri av føroysku fakfeløgum Vinnumálaráðnum eitt boð uppá at keypa 50% av Føroya Lívstrygging. Í vár settu fakfeløgini ein bólk við fimm umboðum fyri feløgini at arbeiða víðari við málinum. Drúgva tilgongdin, sum millum annað fevndi um eina gjølla kanning og meting av Føroya Lívstrygging, er nú komin so langt, at keypssáttmáli er undirskrivaður. Bólkurin av fakfeløgum keypir helvtina av partabrøvunum, og samstundis fær Ognarfelagið Lív, sum umboðar allar tryggingartakarar í Lív, hina helvtina handaða frá Føroya Landsstýri Keypssáttmálin varð undirskrivaður fríggjadagin 14. desember 2012 kl. 11:00 á Føroya Lívstrygging. Keypið er treytað av, at Tryggingareftirlitið og avvarðandi myndugleikar góðkenna tað. Keypið av helvtini av Lív vísir á møguleikar fyri øktum samstarvi innan føroysku fakfelagsrørsluna, heldur fakfelagsbólkurin. Hetta er undirbygt av góða samstarvinum innanhýsis í fakfelagsbólkinum, millum fakfeløgini og samstarvinum við Vinnumálaráðið og Ognarfelagið Lív. Fyri tey 17 fakfeløgini, sum eru við í keypinum, er endamálið við keypinum at tryggja limunum eina so góða pensjónsavtalu, sum gjørligt. Okkara fremsta áhugamál er, at pensjónsuppsparingarnar geva eitt so gott avkast, sum møguligt, at váðin av íløgum er sum minst, og at umsitingin av eftirlønunum er so góð og bílig sum møguligt, siga umboð fyri fakfelagsbólkin. Umboðini í arbeiðsbólkinum hava, við heimild frá nevndunum í niðanfyri nevndu fakfeløgum, skrivað undir sáttmála um keyp av helvtini av Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur. Feløgini meta keypið verða eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna og føroyska samfelagið. Fyri Føroya Lívstrygging er hetta avgjørt ein ynskistøða. Vit kunnu í veruleikanum siga, at Lív nú fær hóskiligastu eigararnar. Vit hava altíð agerað sum eitt kundaátt felag. Nú verða formellu eigararnir so kundarnir sjálvir. Tí kunnu vit siga, at drúgva óvissan um framtíðarstøðu felagsins nú fær best hugsandi enda, sigur Poul Christoffur Thomassen, fráfarandi stjóri í Lív, sum eisini fegnast um, at sølutilgongdin er komin so væl áleiðis, nú Jan Jakobsen tekur við sum stjóri í Lív 1. januar 2013. Nógvir føroyingar limir í fakfeløgum Bæði millum kvinnur og menn er limaskapurin í fakfeløg- um høgur hjá fólki í arbeiðsføra aldrinum. Tað vísa tøl hjá Manntali. Nú tølini hjá Manntali so smátt verða almannakunngjørd, fáa vit eina greiðari mynd av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Faldarin hjá Manntali, sum varð borin í hvørt hús herfyri, vísir at nógvir føroyingar í arbeiðsføra aldrinum eru limir í fakfeløgum. 78 prosent av kvinnunum og 77 prosent av monnunum millum 20 og 69 ár eru limir í einum fakfelagi, sambært faldaranum hjá Manntali. Sagt verður tó onki um hvørjum fakfeløgum fólk eru limir í. Sum fakfelag kunnu vit fegnast um, at so nógv fólk í arbeiðsføra aldrinum eru limir í einum fakfelagi, tí saman standa við sterk. Meira kann lesast við at fara inn á heimasíðuna hjá Hagstovuni, har faldarin hjá Manntali kann takast niður. Faldarin er eisini borin øllum húskjum í Føroyum. Fakbólkurin fyri Skrivstovuøki er stovnaður. Fundur til stovnan av fakbólki fyri skrivstovuøki var mikukvøldið 13. februar. Greitt var frá viðtøkunum, sum fakbólkarnir undir Starvsmannfelagnum koma at ganga eftir, og vald varð ein nevnd at skipa bólkin endaliga til komandi aðalfund í fakbólkinum. Endamálið við fakbólkinum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Góð hugskot eru um, hvussu vit kunnu styrkja um fakið, fakliga menning og at samstarva við aðrar fakbólkar í felagnum v.m. Fakbólkurin Skrivstovuøki er tann nógv størsti fakbólkurin í Starvsmannafelagnum við uml. 600 limum. Tað verður ein avbjóðing í sær sjálvum at fáa bólkin at virka, tí limirnir eru spjaddir um alt landið. Tí er sera umráðandi, at vit skipa okkum í økir, sum verða býtt upp landafrøðiliga, t.v.s. Norðoyggjar, Eysturoy, Vágoy, Streymoy og Sandoy og Suðuroy, har ábyrgdarfólk er í hvørjum øki, og at tiltøkini, sum fakbólkurin kemur at skipa fyri, eisini kunnu verða í úti í økjunum. Tað fyrsta nevndin skal í gongd við, er at savna inn teldupostadressur, soleiðis at samskifast kann beinleiðis við limirnar um arbeiðið í fakbólkinum, umframt at fáa ábyrgdarfólk úti í økjunum. Vit gleða okkum at koma í gongd, her er nokk at tríva í. Frítíðarítriv við fullari ferð Eru líkindi, er hin 48 ára gamli havnamaðurin, Rúni Árting, skjótur at leita sær skíðirnar, og tað sum hartil hoyrir, fram, og so gongur leiðin niðan á fjøllini. Misjavnt er hvussu líkindi at standa á skíð eru ár um ár, men hann heldur, at vit hava hóast alt meira kava enn flestu fólk geva sær far um. Tað ræður bert um at fara nóg langt upp í hæddirnar. Er tað satt, sum sagt verður, at føroyingurin er føddur við ár í hond, so kann næstan sigast, at Rúni er føddur við fjalum á fótunum. Pápin, brøður, og vinmenn annars vóru ídnir á skíðunum, og tí heldur Rúni ikki tað hevur verið heilt av tilvild, at hann eisini varð bitin av hesi ítrótt, sum hann tekur til. Sum vera man varð fyrst skreitt á træðunum, og tað lá væl fyri í Havn, tí frítt var fyri. So hvørt hann gjørdist djarvari, og veðurlagsbroytingar gjørdu at kavadagarnir fækkaðust, varð farið longur frá húsum og niðan í hæddirnar. Á Lambafelli, Stiðjafjall, Tungulíðfjall og seinastu tríati árini heilt niðan á Sornfelli. Fyrstu árini á gomlu træskíðunum, sum seinri vórðu avloystar av meira nýtíðar útgerð. Eitt er at standa á skíðum í undanbrekku. Tú skal eisini niðan aftur, og til tess hava Rúni og felagar hansara vøruvogn, sum teir skiftast um at koyra niðanaftur. Tað riggar stak væl, sigur Rúni, sum letur rímiliga væl at umstøðunum á Sornfelli. Lendið er hóskandi alt eftir hvussu royndur og djarvur man er, tí møguleikarnir eru fleiri oman av fjallinum. Í mong ár tosaðu teir um at gera eitt skíðfelag, við tí endamáli at betra um umstøðurnar hjá vetrarítróttini. Hetta felag gjørdist veruleiki fyri trimum árum síðani. Tað fyrsta felagið fór at taka sær av, var at planera og rudda nakrar leiðir, so lagaligari og tryggari gjørdist at skreiða. Hetta bar til við vælvild frá bóndanum og býráðnum. Tú gevst ikki Mangan hoyrist frá fólki, at hava tey roynt eina skíðferð einaferð, so fara tey aftur, og hesum kann Rúni taka fult og heilt undir við. Tú verður snøgt sagt bitin av hesum. Reina og fríska luftin, náttúran, spenningurin og felagsskapurin. Tú pakkar ryggsekkin, kaffi og ein bita afturvið og so avstað. Hetta er bara lívið, heldur Rúni, sum als ikki kennir seg aftur í skemtisøgunum um brotin bein og brotnar armar. Tað er bara at ansa sær og nýta hjálm. Minst líka so stórur vandi er at bróta armar og bein í øðrum ítróttagreinum ella við at detta um gongubreytarkantarnar í Havn, heldur hann. Og øll kunnu vera við. Góðar skíðir og hóskandi klæðir kosta ikki meira enn so, at tað ikki eigur at vera nøkur forðing. Ásannast má, at okkara veðurlíkindini avmarkað kavaítróttina, og tí verða Føroyar ongantíð eitt ferðamál í so máta, men fyri skíðíðkandi føroyingar eru eisini onnur ráð til at taka. Mong ferðast í onnur lond, og seinastu árini hevur verið skipað fyri beinleiðis flogferðum, við fullsettum flogførum, eitt nú til Íslands og Noregs. Annars eru Alpurnar eitt satt skíðparadís og eitt rættiliga vanligt ferðamál. Rúni hevur verið við á fleiri tílíkum ferðum og letur sera væl at, tí har er alt ein kann ynskja sær, bæði fyri tey meira royndu og tey, sum ikki áður hava roynt seg á skíðum. Rúni Árting arbeiðir hjá Føroya Tele, har tey hava eitt rættiliga virkið starvsfólkafelag sum millum annað er við til at skipa fyri gokartkappingum. Bæði millum starvsfólk á stovninum og millum ymisk arbeiðspláss. Tá verður parkeringsøkið uttanfyri høvuðssæti hjá Føroya Tele Inni á Gøtu ruddað og girðingar, og tað sum annars skal til, sett upp. Jú, mær dámar sera væl at tað skal vera eitt sindur vilt og helst við fullari ferð, sigur Rúni, sum kundi hugsað sær, at føroysku fjøllini vóru nakað væl hægri enn tey eru. Hjartaskerandi avleiðingar Ein góð kensla, at vera við í hópinum, ið var møttur í Almannamálaráðnum, tá starvsfólk á Eysturoyar røktar- og ellisheimi handaðu Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, mótmælisskrivið fyri nøkrum døgum síðani. Talufrælsið er gull vert og tað er alneyðugt, at starvsfólk tora og vilja tala at, borgarunum at frama, og at tey fáa viðurkenning og ikki verða hartaði fyri at brúka henda rætt Tað er ikki minni enn hjartaskerandi at uppliva hvørjar avleiðingar førdi fíggjarpolitikkurin hevur. Tí tað er júst tað málið snýr seg um. Fíggarmálaráðharrin var dagin eftir í útvarpinum og vildi vera við, at nú høvdu tey so at siga bjarga støðuni, við at finna eina eykajáttan, ið tók broddin av. Snildisliga fekk hann sagt, at nakrir stovnar ikki høvdu hildið játtanina og á henda hátt snara málinum og skumpa ábyrgdina av førda politikkinum yvir á stovnsleiðslu og starvsfólk. Hetta er at skjóta langt við síðuna av og ikki sømiligt. Hvussu skal roknistykkið hanga saman, tá stovnar ikki fáa neyðugu játtanina at leggja upp fyri hækkandi útreiðslum, ið eru givin kor. At veita eina ábyrgdarfulla og nøktandi tænastu kostar, og at tænastan gerst dýrari tá útreiðslurnar hækka er sjálvsagt, tað er ikki rocketscience. At reka samfelagið fyri somu krónur í fleiri ár, og enntá skerja enn meira fyri at røkka visjón null í 2016 Ynskja føroyingar at vælferðarsamfelagið verður niðurlaðað á henda hátt? Eri fullvís í at svarið er noktandi. Einaferð var visjónin. Heimsins besta samfelag ár 2015. Hvagar eru vit á veg? Vit spara okkum ikki til vælferð. Og vit hava bæði ráðum vilji er til tess og eisini skyldu, at veita eina dygga og mannsømiliga tænastu á øllum økjum til allar landsins borgarar. Í blaðnum eru fleiri áhugaverdar greinar. Greinin á blaðsíðu 25 og 26 er júst um hvørja ávirkan førdi fíggjarpolitikkurin hevur og hví tað er alneyðugt at sleppa visjón null. Nevnd og umsiting hava nú sett hol á aðru rundferðina kring landið at vitja tykkum, limir felagsins, á heimabeiti. Vit settu okkum fyri í 2009, at fara slíka rundferð og at hetta skuldi vera ein afturvendandi táttur annað ella triðja hvørt ár. Eins og við spennandi tilgongdini og møguleikunum hjá fakbólkunum, so eru hesar vitjanir somuleiðis ein liður í millum annað at styrkja samstarvið og samanhaldið innanfelags, at limir kenna seg sum part av og tættari at felagnum. Tað er ein fragd, at fáa høvi at vitja tykkum og fáa nærri innlitt í tey mongu, fjølbroyttu og týdningarmiklu arbeiðsøki, tit røkja. Takk fyri MÁF kveikir og stuðlar áhugaleik Hóast vit ikki altíð síggja úrslit av okkara arbeiði beinanvegin, so bragdar mangan umsíðir, sigur Eir í Ólavsstovu, umsitingarleiðari hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Í besta sjónleikaraumhvørvi, í húsum Hans Andriasar Djurhuus, skamt oman fyri Sjónleikarhúsið í Havn, við stand- myndini av skaldinum millum húsini, heldur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya til við Eir í Ólavsstovu sum umsitingarleiðara. Í hesum starvi hevur Eir, sum hevur útbúgving og drúgvar royndir í ymiskum sjónleikarhøpi, nú verið í tvey ár. Upprunaliga fór hon til Danmarkar at nema sær útbúgving innan kommunikation, sum hon eisini arbeiddi við í Danmark í nøkur ár. Harafturat nam hon sær sjónleikaraútbúgving á Comedia skúlanum í Keypmannahavn, og hevur í mong ár havt tilknýti til útvarp og sjónvarp í Føroyum. Ikki minst minnast vit Eir frá barnasendingum bæði í sjónvarpi, har hon var við at gera fyrstu barnasendingina yvirhøvur, og útvarpi. Burtursæð frá tí at talan var um eitt starv sum umsitingarleiðari, visti eg ikki so nógv um hvat starvið fór at bera í sær, men tað hevur so víst seg at vera stórur fyrimunur, at eg frammanundan ikki var ókend í sjónleikarhøpi, tí starvið er so mangt annað enn vanligt skrivstovuarbeiði við skrivaraborðið. Best dámar mær tann kreativa partin, og stuttligt er at hitta tey mongu, sum koma higar at tosa um tað, sum tey eru í gongd við. Tað kann vera eitt handrit, sum tey vilja práta um, ella kanska kenna tey á sær, at tey eru steðgað upp og vita ikki reiðiliga hvussu tey skulu koma í gongd aftur. Hetta brúki eg rættiliga nógva tíð til og eri sera spent at síggja hvat úrslit tey koma til, sigur Eir, sum fegnast um tann stóra áhuga ungfólk hava fingið at gera stuttfilmir. Leiklistaskúlin ger mun Hesi seinastu árini hevur Meginfelagið skipað fyri leiklistaskúla, hvørja ferð við fýra verkstovum á skránni. Talan er um leiklist, leikstjórn, skriva til pall og senografi. Teir fimm dagarnir skúlin er, fer undirvísingin fram á háskúlanum, har næmingarnir eisini búgva. Við teimum fýra verkstovunum fáa næmingarnir innlit í og arbeiða við tí ein leikur ber í sær. Frá handriti til leik á palli og fáa sostatt eina samlaða uppliving av hvussu tilgongdin til ein leik er, og síggja úrslitið av egnum arbeiði. Eir greiðir frá, at Leiklistaskúlin er fyri ein stóran part ætlaður sum kveikjari til áhugaleikarar og limafeløgini, og tí vónar hon at limafeløgini taka hendan møguleika til sín. Bæði tá umræður um at skriva leikir og framføra teir. At síggja eitt nýtt føroyskt upprunahandrit hevur verið sum lundi á jólanátt, men her eru glottar at hóma, heldur Eir, sum heldur, at eisini í so máta hevur Leiklistaskúlin gjørt mun. Eitt nú setti Súsanna Tórgarð sjøtul á sítt handrit til leikin, sum herfyri varð framførdur á Tjóðpallinum, á einum skeiði hjá Leiklistaskúlanum. Harafturat eru eisini onnur leikrit, sum meira ella minni eru sprottin á einum av hesum skeiðum, sum MÁF hevur skipað fyri. Árligi leiklistaskúlin hevur júst verið við luttakarum úr ymiskum limafeløgum hjá MÁF, og tað heldur Eir kann vera eitt tekin um, at nú fer aftur at bragda í sjónleikaraumhvørvinum kring landið. Serliga filmurin hevur áhuga Spurd hvussu hon heldur áhgaleikurin hevur tað í Føroyum í dag sigur Eir, at hugsað vit um alt vaksandi áhugan fyri at gera stuttfilm, stendur bara væl til við nógvu spennandi verkætlanum, og tá talan er um feløgini eru, sum vera man, nøkur meira virkin enn onnur. Eir heldur, at fólk eru ikki so staðbundin longur, og eru tey í ein ávísan mun eins nógv við í øðrum sjónleikarfelag ella bólki enn heimafelagnum, og tí heldur Eir tað vera ein spurning um tey ikki eiga at leggja á ein eitt sindur øðrvísi bógv. Heldur enn at hugsa so nógv um hvørt einstakt felag so heldur brúka kreftirnar at stuðla verkætlanum. Vit royna at stuðla á ymiskan hátt, men ikki er altíð at vit síggja úrslit beinanvegin, men tá nakað er fráliðið kann tað vísa seg, at okkara arbeiðið ikki hevur verið til fánýtis kortini, sigur Eir sum leggur afturat, at avmarkað er eisini hvat tey kunnu gera við eini so avmarkaðari umsiting og fáum pengum. Ov fáir leikstjórar Hóast allir lutir í einum leiki hava nógv at týða, hevur tó leikstjórin hin størsta týdningin, tí ikki er hugsandi at fáa nakað burturúr uttan við einum leik- stjóra, sigur Eir, sum harmast um at vit eiga ov fá útbúgvin fólk sum kunnu átaka sær hesa uppgávu og sum kunnu vera feløgunum til hjálpar. Onkuntíð eydnast tíbetur at fáa onkran útlendskan leikstjóra higar. Tað kemur væl við, tí áhugaleikur kann als ikki klára seg uttan ein veruligan leikstjóra, annars verður tað sum ein skúlaflokkur uttan lærara. Tað eru føroyskir leikstjórar sum arbeiða uttanlands, men av tí at so lítið av pengum eru í føroyskum sjónleiki, er lítið motiverandi hjá teimum at koma heim aftur, sigur Eir. Spennandi men eisini ørkymlandi Eitt spennandi og mennandi starv har tveir dagar neyvan eru eins, men tað kann viðhvørt eisini vera eitt sindur strævið og ørkymlandi at vera leiðari fyri nakað, sum er so ódefinerað, sum hetta økið, tí hvat er í veruleikanum tað at vera áhugaleikari? Tað eru tey, sum spæla áhugaleik og eru nøgd við tað, men so eru aftur onnur, sum eru byrjað sum áhugaleikari og fegin vilja nakað meira, um tey fingu møguleika til tess. Hesi lúka ikki treytirnar at virka á Tjóðpallinum, men eru annars væl frammanfyri aðrar áhugaleikarar. Hesi eru ikki so fá, og detta á ein ella annan hátt niður í millum, og tað heldur Eir vera stórt spell, men hinvegin enn ein avbjóðing. MÁF stuðlar fyrst og fremst sínum limafeløgum, men einstaklingar kunnu tó eisini koma upp á tal at fáa stuðul. Tá Mentamálaráðið lýsti ognirnar hjá Kringvarpinum í Vørðsluni til sølu, gjørdi nevndin av at leggja eitt boð inn uppá grannaognina, t.v.s. bygningin sum handilin Smæran var í, sum bleiv høvuðsumvaldur og uppíbygdur í 1996. Bygningurin er í 3 hæddum og tilsamans 1090 fermetrar. Boðið, sum Starvsmannafelagið lat inn til Mentamálaráðið, var 6,75 milliónir krónur Tá freistin fyri at bjóða uppá ognirnar var úti, hevði eingin annar keypari lagt boð inn, so Starvsmannafelagið fekk ognina fyri 6,75 milliónir krónur Tað er Trygdargrunnurin hjá Starvsmannafelagnum, sum kemur at eiga bygningin. Keypið er ætlað at verða ein íløga hjá grunninum. Ætlanin er at gera nakað av umvælingum inni í bygninginum, soleiðis at hann kann brúkast til fakfelags- og fundarvirksemi, umframt at kanna hvussu báðir bygningarnir kunnu samanbyggjast. Við hesum keypinum hevur Starvsmannafelagið skapt góðar karmar fyri arbeiðinum í felagnum, millum annað hjá fakbólkunum. Harumframt gevur keypið eisini góðar karmar fyri møguleikum hjá fleiri fakfeløgum at virka undir sama taki og soleiðis fáa gjørt størri gagn av felagstænastum. Spyr okkara ráðgevar á heimasíðu okkara Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvi. Hetta er sosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Nevnd og umsiting vitjar limir og stovnar Nevnd og umsiting hava verið runt landið seinastu árini og vitja limir sínar á teirra arbeiðsplássum. Nú er so ætlanin at taka táttin uppaftur. Hetta er ein liður í at minka um fjarstøðu millum felag og limir, og soleiðis kunnu vit og limir seta andlit á hvønn annan. Hetta vóna vit er við til at skapa eitt tættari samband og samskifti. Fyrsta vitjanin var í Klaksvík 22. mai, har vit støkku inn á gólvi hjá Heilsutrygd, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Fornminnissavn, Klaksvíkar Bókasavn, Taks, Almannaverkið og Posta. Vit steðgaðu í umleið hálvan tíma á hvørjum stað, vit náddu ikki at vitja fleiri stovnar tann dagin. Um kvøldið var ein kvøldseta við ábiti og fyrilestri í Spaniastovu. Selma Ellingsgaard greiddi frá hvat felagið arbeiðir við og hvørjar. Selma hevur framløgu um týdningin av at vera í fakbólki og í fakfelagnum veitir felagið limunum tænastur. Risini greiddi hon frá endamálið og týdninginum at stovna fakbólkar. Aftaná greiddi Jan Jacobsen, stjóri á LÍV um seinastu broytingar innan pensjónsviðurskifti hjá limunum. Herbjørg Hansen undirhelt við tónleiki. Samanumtikið ein væl eydnaður dagur. Eisini hava vit sett í kalendaran at vitja í Eysturoynni 12. juni. Leisturin verður nakað tann sami, at náa at vitja so nógvar limir, sum tilber. Og so hava vit eina kvøldsetu um kvøldið. Vit vóna at síggja nógvar limir til kvøldseturnar, og allir limir eru hjartaliga vælkomnir. Eftir summarfrítíðina halda vit áfram við vitjanum til hini økini í landinum. Nevnd og umsiting vóru á deplinum í Skálavík á arbeiðsvikuskifti 12.-14. apríl. Hetta er á øðrum sinni, at vit hava verið á slíkari legu. Vit mettu at tað kom væl burtur úr, og fingu tilrættislagt nógv av teimum ætlanum og tí arbeið, ið liggur fyri framman í felagnum. Vit hava saman við Boga Eliasen, ið er eksternur ráðgevi, arbeitt í eina tíð við visjónsarbeiðinum í felagnum. Nú er komið so mikið áleiðis, at vit eru komin fram til, hvørji okkara fokusøki skulu vera, fyri fyrst og fremst at tæna okkara limum á besta hátt. Felagið og limirnir Starvsmannafelagið er limir tess! Hetta er sagt áður, og skal endurtakast umaftur og umaftur. Uttan limir er einki felag. Nevndin arbeiðir altíð til felagsins frama, og harvið eisini til fyrimuns fyri einstaka limin. Allir limir kenna seg ikki altíð líka væl viðfarni. Tá er bara at venda sær til felagið og fáa eina frá- greiðing. Ringt er at gera øllum til vildar, men grundsjónarmiðið er, at nevnd og felag altíð arbeiða til limanna fyrimun. Fakbólkar Eitt arbeiði, sum hevur verið leingi ávegis, er loksins komið undir land. Meira ella minnið. Leingi hava nevnd og umsiting arbeitt við, at fáa stovnsett fakbólkar í felagnum. Orsøkin til hetta arbeiði er, at Starvsmannafelagið er eitt sera stórt felag við nógvum ymiskum starvsheitum. Vit taldu væl omanfyri 300 heiti. Fyri at tann einkulti limurin skal kenna seg hoyrdan, og merkja at felagið er til frama fyri júst saman, sum hava eitthvørt til felags. Hettar arbeiði hevur verið sera torført, tí ringt er, at meta um, hvat veruligt starv liggur aftanfyri einkultu starvsheitini. Stovnsetingin av hesum bólkum byrjaði síðst í 2012, og helt áfram í 2013 fram til aðalfundin. Vit vóru sera spent at fara undir hetta fyri endiliga at síggja, hvussu undirtøkan fyri hesum var ímillum limirnar. Og eg má siga, at eg eri eitt sindur skuffaður. Tað hevur verið sera torført, at fáa fólk at møta til stovningarfundirnar. Øll hava fingið boð í góðari tíð, so møguleikin var har. Nakrar bólkar hava vit ikki kunna stovna, tí eingin møtti á fundinum. Spurningurin er so hví? Er tað nevndin, sum hevur misskilt tørvin á hesum? Vit hava oftani hoyrt, at limirnar kenna seg fremmandar í egnum felagi, tí tað er so breitt, og tey einkultu síggjast ikki aftur. Hettar við fakbólkum skuldi hjálpa uppá tann trupulleikan. Limirnir skuldu kenna, at júst teirra fak eisini var týdningarmikið í stóra limaskaranum. Teimum, sum møttu til hesar fundir, takki eg hjartaliga, tí tað eru hesi áhugaðu, sum skulu hjálpa hugskotinum ávegis. Vit hava tó als ikki mist mótið við hesum arbeiðinum. Vit vilja, at hvør einasti limur í Starvsmannafelagnum er heimahoyrandi í onkrum fakbólki. Tá hendan skipanin hevur koyrt í eina tíð, kunnu vit eftirmeta og taka eina avgerð um, hvat skal tillagast limanna ynskjum. Og júst hettar við tillaging er ein týdningarmikil partur av fakbólkastovnanini. Vit hava valt at hava bólkarnar opnar tað fyrsta árið, fyri at limirnir sjálvir kunnu koma við ynskjum um, hvar teir kenna seg heimahoyrandi. Á henda hátt vilja vit tryggja, at limirnir kenna ein eigaraskap av og ábyrgd fyri fakbólkunum. At stovna fakbólkar er ein liður í menningini at felagnum. Okkara tilvera á einum dynamiskum arbeiðsmarknaði er ikki ein sjálvfylgja. Felagið má fylgja við menningini bæði lokalt og globalt, fyri at kunna bjóða limunum eitt sterkt og áhugavert fakfelag, at knýta seg at. Rembingar og rák í útheiminum koma altíð hendan veg fyrr ella seinni, og hava vit tí tíð, at fyrireika okkum eitt sindur uppá framtíðarinnar broytingar. Limur ella ei Í okkara grannalondum hava vit sæð stórar broytingar á arbeiðsmarknaðinum, har fakfelagslimir eru rýmdir úr sínum felagi fyri antin at gerast limir í einum bíligari gulum fakfelagið, ella fyri at sleppa sær heilt burturúr fakfelagstilhoyrinum. Hettar er ein órógvandi gongd, sum vit mugu taka sum okkara størstu avbjóðing. Starvsmannafelagið má vera eitt felag, har limirnir aktivt velja at verða limir, tí at teir síggja fyrimunir við felagsskapinum. Hettar merkir ikki, at felagið skal heilt forpoppast, men tó tillagast og moderniserast. Tey grundleggjandi virðini í einum fakfelagi eru enn galdandi. Vit eru her, tí vit vilja verja vunnin rættindi. Rættindi, sum fólk undan okkum hava barst fyri, og sum tað er okkara skylda at verja og arbeiða víðari við. Saman standa vit sterk. Hettar er prógvað ferð eftir ferð. Vit síggja dagliga, at brúk er fyri felagnum, at verja rættindi hjá limum. Hettar arbeiði er ikki nakað, sum øll síggja. Oftast eru tað viðkvom mál, sum bert felagið, arbeiðsgevarin og teir raktu limirnir vita um. Tað er ofta ikki fyrr enn ein stendur við trupulleikanum, at ein sær stóru fyrimunirnar við at vera limur í felagnum. Stóra limaflýggjanin byrjaði í 2006 í Danmark. Síðani tá eru gjørdar kanningar av, hví limir velja at melda seg út. Í bókini hava rithøvundarnir hesa niðurstøðu. Hettar er støðan í Danmark og aðrastaðni, men ikki enn heilt so galið hjá okkum. Starvsmannafelagið hevur afturgongd í limatalinum, og vilja vit steðga hesum. Ein trupulleiki er ein grógvandi eginumsorgan, har mest verður hugt eftir eins egna tørvi og pengapungi. Hettar er møguliga nakað, ið fylgir við einum vaksandi høgraráki, sum eisini sæst her á okkara klettum. Um fólk ideologiskt sæð flyta seg frá fakfeløgunum, so er hettar ein partur av avbjóðingini hjá okkum. Vit mugu vísa á, hví vit eru her og hvat gagn limir kunnu hava av felagnum. Undirvísing og nærheit, har felagið kemur í kontakt við limir, eru amboð sum kunnu nýtast í herferðini at tekkjast limum. Núverandi sum komandi. At tosa um slankikur og effektivisering er órealistiskt í okkara høpi. Við verandi uppgávum og ætlanum hórar umsitingin so dánt undan. Kalendarin er fullur av avtalum, so næstan hvør tími má planleggjast. Eitt stórt felag sum okkara, sum hevur so stóran leiklut á arbeiðsmarknaðinum, kann ikki loyva sær at sleppa ábyrgdini. Ábyrgdini fyri at samráðast við arbeiðsgevarar, ábyrgdini fyri at vera ein kompetentur samfelagsaktørur, og ábyrgdini fyri at taka sær væl av einkultu limunum. Hettar kunnu vit bert gera, um vit hava eina sterka umsiting og nevnd. Framtíðin Eitt stórt arbeiði hevur verið lagt í at avdúka hvønn veg felagið skal flyta seg, fyri at klára at møta framtíðar avbjóðingum. Hettar visionera arbeiði er gjørt av nevnd og umsiting í samstarv við Boga Eliassen. Vit hava funnið fram til nøkur økir, sum skulu betrast, fyri at felagið kann mennast í samsvar við krøv frá limum og arbeiðsmarknaðinum. Mál og tíðarfreistir eru ásett, og vit eru longu í holt við, at arbeiða fram ímóti loysnum. Meira verður at frætta um hettar, tá arbeiðið er komi longri ávegis. Okkara felag skal alla tíðina mennast og tillagast, soleiðis at limirnir fáa fyrimunir av sínum limaskapi. Eitt felag, sum bert er til fyri felagsins skuld, er dømt til at doyggja. Hesa menning skulu vit hava dugnalig og íðin fólk til at fremja, og tað hava vit tíbetur. Hettar kostar tilfeingið bæði í tíð og pengum. Og tað vilja vit gjarna lata, fyri at fáa tað felagið vit ynskja. Eitt felag sum er til fyri limin, tí limurin er felagið.hansara fak, so mugu vit definera fakbólkarnar nærri. Og tað er júst hettar arbeiði, sum nú er gjørt. Leygardagin 9. mars hevði Starvsmannafelagið aðalfund í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn. Forkvinna felagsins, Selma Ellingsgaard, legði fyri við síni árligu formansfágreiðing, har hon millum annað fegnaðist um at tað hesaferð eydnaðist at fáa í lag tríggjar sáttmálar yvir trý ár. Hetta er við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Posta, eftir stuttari tíð. Sum vera man, nam hon eisini við politisku støðuna og vísti enn einaferð á sína misnøgd við flatskattin, sum miðal og láginntøkur einki gagn fáa av. Og sama misnøgd var eisini galdandi við skattingina av eftirlønum. Forkvinnan helt ikki, at skattabroytingarnar høvdu havt ta búskaparligu ávirkan, sum samgongan ætlaði. Munandi betri hevði verið um skattalættin varð býttur solidariskt, tí so hevði ferð komið á samfelagið, segði Selma Ellngsgaard. Um fakfelagssamstarvið segði forkvinnan, at hetta var framvegis virkið og at formenninir og umsitingarnar í fakfeløgunum javnan hava felags fundir. Hon umrøddi støðuna viðvíkjandi ALS, sum felagið eisini hevði gjørt sínar viðmerkingar til í yvirlýsing, har tey heittu á alt stýrið um at leggja frá sær eftir gylta lógvatakið til fyrrverandi stjóran. LÍV fekk eisini innivist í formansfrágreiðingini. Selma Ellingsgaard segði, at við at eiga ein part av LÍV fekk Starvsmannafelagið eisini ávirkan á felagið, ið hevur um hendur eitt nú lívstryggingar og eftirlønir hjá limunum. Enn er keypið ikki endaligt. Forkvinnan greiddi eisini frá visjónsarbeiðinum, sum tey eru farin undir, eins og at hon greiddi frá norðurlendska samstarvinum. Við alt vaksandi virkseminum í felagnum hevur Starvsmannafelagið brúk fyri størri husarúmd. Tí hevur nevndin samtykt at keypa grannabygningin, sum Sjónvarpið hevur húsast í. Eisini er neyðugt við umvælingum av verandi felagshúsum, segði forkvinnan, sum takkaði nevnd, umsiting og álitisfólkum fyri gott samstarv. Alma ársins álitisfólk Sum vanligt hevur verið mongu seinastu árini, hevði nevndin valt ársins álitisfólk, sum í ár gjørdist Alma Hansen, sum starvast hjá skúlatannlæknanum í Havn. Í grundgevingunum segði nevndin, at Alma áhaldandi hevur stríðst fyri rættindum hjá sínum starvsfeløgum, at hon hevur vart áhugamál teirra, at hon hevur havt stóran týdning fyri felagið, og at hon hevur vakt ans og virðing fyri álitisfólkauppgávuni. Eingin búskaparvøkstur uttan fólkavøkstur Fyri Starvsmannafelagið merkir tað, at vit missa almennar tænastur, og at dygdin á almennum tænastum gerst verri, segði Høgni reistrup, gestarøðari, sum helt, at Starvsmannafelagið kann vera við til at flyta føroyar rætta vegin. Høgni Reistrup er annar útgevarin av bókini Exit Føroyar, sum kom út í fjør. Høgni Reistrup kallaði fólkafráflytingina størsta trupulleikan í nýggjari tíð. Høgni Reistrup greiddi eitt sindur frá sjálvari bókini. Síðani kom hann inn á, at Føroyar missa umleið 150 fólk um árið, og at hetta vísur seg við at tað er trupult at fylla dagstovnar, og at skúlum vænta næmingar. Hetta hevur við aftur við sær, at búskapurin er fyri ósigri. Eingin búskaparvøkstur kann vera uttan fólkavøkstur, staðfesti Høgni Reistrup. Fyri Starvsmannafelagið merkir hetta, at vit bæði missa almennar tænastur, og at dygdin á almennum tænastum sum heild, gerst verri, helt Høgni Reistrup, sum staðfesti, at færri fólk merkir minni vælferð. Gestarøðarin vísti hagtøl yvir gongdina yvir fólkatal og burðaravlop. Eisini samanbar gestarøðarin lesandi føroyingar við aðrar norðurlendingar. Hann staðfesti, at 60 % av teimum lesandi føroyingum eru uttanlands, samanborið við 25 prosent í Íslandi og 10 prosent í Norra. Høgni Reistrup staðfesti, at kvinnurnar mangla og at Føroyar hava eina negativa netto migratión. Gestarøðarin kom við framskrivingum, sum vísa, at um 25 ár búgva 16 prosent færri fólk í Føroyum, meðan londini rundan um okkum hava fleiri fólk. Eisini staðfesti gestarøðarin, at meðalaldurin í Føroyum hækkar. Høgni Reistrup hevði eisini nøkur boð um hvør lutur Starvsmannafelagsins kann vera at venda gongdini. Um tað hava vit aðrastaðni í blaðnum samrøðu við Høgna um. Sama limagjald Tveir nevndarlimir skuldu veljast fyri 3 ár. Fyri afturvali stóðu Súni Selfoss og Katrin Joensen, sum bæði stillaðu uppaftur, og eisini stillaði Karin Jacobsen upp til nevndarval. Inn vóru komnir 164 brævatkvøður, umframt tær, ið vórðu avgreiddar á aðalfundinum. Tey trý valevnini hildu hvør sína stuttu røðu, og so varð atkvøtt við loyniligari atkvøðu. Fundarluttakararnir kundu atkvøða fyri tveimum valevnum. Tá talt varð upp vísti tað seg, at sera tætt var millum valevnini, og tí varð talt umaftur, og framvegis var sera tætt, men onkur einstøk atkvøða hevði flutt seg við aðru uppteljing. Atkvøðuteljararnir mettu tí, at neyðugt var at fáa onnur at vera við at telja upp, so eyka kontroll kundi vera á. Framvegis var sera tætt, og onkrar atkvøður fluttu seg. Uppteljingin tók av tí sama drúgva tíð. Endaliga úrslitið gjørdist, at Súni Selfoss fekk 112 atkvøður, Karin Jacobsen 113 atkvøður og Katrin Joensen 109 atkvøður. Sostatt var Súni Selfoss afturvaldur, meðan Karin Jacobsen er nývald, og Katrin Joensen fall á valinum. Eftir hetta var farið til val av varalimum í nevndina. Av tí at Karin Joensen varð vald í nevndina vóru nú bara tvey valevni til varalim, Jóngerð Hansen og Hilmar Augustinusen, og tey vórðu vald uttan atkvøðugreiðslu. Jóngerð Hansen er fyrsti varalimur og Hilmar Augustinusen annar varalimur. Óli og Poula afturvald Nevndin skjey upp, at grannskoðarin hjá felagnum, Óli Regin Hansen, sum hevur grannskoðaravirkið HanSam, helt fram; hesum tók aðalfundurin undir við. Tiltakslimur hjá interna grannskoðaranum skuldi eisini veljast, og verandi tiltakslimur, Poula Simonsen, tók við afturvali, ongin annar stillaði upp, og varð hon tí afturvald uttan atkvøðugreiðslu. Starvsmannafelagið kann fremja batar At skapa fólkavøkstur liggur ikki bert á herðunum á politiska myndugleikanum, men eisini á fleiri øðrum bólkum í samfelagnum, sum hava stóran týdning. Ikki minst Starvsmannafelagnum, sum hevur stødd og styrkju at fremja broytingar, sigur Høgni Reistrup. Skoða vit tølini fyri kvinnuliga partin í føroyska samfelagnum, síggja vit, at í dag eru 2271 kvinnur millum 25 og 34 ár í Føroyum sammett við 3143 kvinnur í 1985. Gongdin er næstan tann sama, tá talan er um kvinnur millum 15 og 24 ár. Hetta eru kvinnur, sum vanta í samfelagnum í dag. Ein ræðusøga í sær sjálvum. Tað segði Høgni Reistrup, ið saman við Hera á Rógvi hevur ritstjórnað bókina EXIT Føroyar, í gestarøðu síni á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum. Hann vildi vera við, at eisini Starvsmannafelagið kann gera mun fyri at bøta um hesa syndarligu og vandamiklu gongd. Um hvør leikluturin hjá Starvsmannafelagnum kann vera, sigur Høgni Reistrup. Tað er sera týdningarmikið, at felagið er sera sjónligt og virkið í almenna orðaskiftinum. Í felagsblaðnum, á heimasíðu felagsins og í fjølmiðlunum. Forkvinna felagsins eigur ein stóran leiklut at gera felagið enn meira sjónligt í samfelagnum og minna okkum á stóra tørvin á at verja rættindini hjá alment løntum, sigur Høgni sum heldur, at felagið eigur alla tíðina at hava ein fingur á pulsinum í sambandi við tey sjónarmið, sum verða borin fram í miðlunum og har vísa á hvørjar avleiðingar ávísar politiskar ætlanir hava, bæði á starvsfólk og á samfelagið í síni heild, og harvið eisini á tær avleiðingar, tær kunnu hava á gongdina í fólkatalinum. Sum dømi um sera viðkomandi mál, sum forkvinnan í Starvsmannafelagnum eisini hevur víst á, nevnir Høgni millum annað skatting av pensjónum við inngjaldi, sum er ein løtuvinningur, og sum seinri kemur okkum aftur um brekku. Tað ræður um alla tíðina at vera virkin í almenna orðaskiftinum, vísa á skeivleikar sum eru, at skerjingar ikki bara merkja limirnar, men alt landið, og somuleiðis trýsta andstøðuna fyri at fáa at vita, hvat verandi andstøðuflokkar ætla at gera, um teir koma framat valdinum. Ikki bert spara seg úr kreppuni Hyggja vit at bruttotjóðarúrtøkuni, sum í 2009 var umleið 12 milliardir og sum í dag er 14 milliardir kann tykjast, at her er alt, sum tað eigur at vera. Men samstundis missa vit á hvørjum ári 20 prosent av hvørjum árgangi og tað ber rætt og slætt ikki til. Í tí sambandi kann Starvsmannafelagið finnast at skeivum raðfestingum, Í fleiri førum politiskum raðfestingum, men felagið eigur eisini at gera vart við síni sjónarmið eitt nú mótvegis Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum ofta ger vart við seg, og sum Starvsmannafelagið neyvan í øllum førum kann taka undir við, heldur Høgni Reistrup. Eitt ítøkiligt mál, sum Høgni heldur vera sera viðkomandi hjá Starvsmanna- felagnum at fylgja væl við í og gera vart við seg, er tá politikarar tosa um at tálma almennum útreiðslum, sum vit ofta hoyra. Hvat merkir tað fyri fólki í Føroyum, um tann almenni geirin gerst ein minni partur av búskapinum, og tolir tað almenna at missa inntøkur til rakstur av almennum tænastum, tí vit vita, at tað verða alsamt færri fólk á arbeiðsmarknaðinum? Í longdini merkir tað, at tænasturnar verða verri, tí tess færri vit gerast á arbeiðsmarknaðinum, tess minni verður vælferðin. Fólk mugu renna skjótari, og hesum eigur Starvsmannafelagið at hava eitt vakið eygað við, sigur Høgni. Beinleiðis fyri felagið merkir tað, at talið á limum fækkar og felagið gerst tí tað veikari í mun til aðrar partar av samfelagnum. Harafturat eigur Starvsmannafelagið at verja tann týdning, sum almenni geirin hevur, sigur Høgni, sum sigur seg stórliga ivast í, um einasti mátin at koma úr kreppuni er at spara seg úr henni. Um bert verður táttað í, verða fólk meira varin. Skilabetri man vera at økja um íløgur at fáa samfelagshjólini at mala heldur enn at síggja ein sparileist, sum einasta máta at koma úr kreppuni, heldur Høgni Reistrup, sum minnir á, at bert hesi fýra seinastu árini hevur netto fráflytingin verið 330 fólk um árið. Snýr seg ikki bert um hægri útbúgving Yvirskipað kunnu vit siga, at fólk við miðal og høgum útbúgvingum eru sera flytfør, og nógv verður tosað um at fáa hesi fólk at flyta heim aftur eftir lokna útbúgving. Men hóast vit eingi tøl hava í dag, er ógvuliga sannlíkt, at tá fólk uttan ella við styttri útbúgving gerast arbeiðsleys og flyta av landinum, er spurningur um hesi nakrantíð koma heimaftur. Hesi eru í stórum vanda fyri at detta niður í millum, hóast tað er minst líka so umráðandi at fáa tey at støðast og trívast í Føroyum. Tí er eisini umráðandi hjá Starvsmannafelagnum at hyggja at, hvussu útlitini eru hjá teimum limum, sum av onkrari orsøk gerast arbeiðsleysir, sigur Høgni Reistrup. Stór avbjóðing Spurdur um, hvussu leingi verandi gongd við fráflyting kann halda fram, áðrenn tað verður heilt galið, sigur Høgni, at vit standa upp móti einari sera stórari avbjóðing, og gera vit ikki nakað álvarsligt við tað nú, verður tað ein óloysiligur spurningur, sigur Høgni og hugsar ikki minst um kvinnuundirskotið. Á onkran hátt mugu ávís átøk gerast soleiðis, at fleiri kvinnur flyta til Føroya og færri flyta av landinum. Til tess kundi Starvsmannafelagið gjørt sítt til at bøtt verður um møguleikarnar fyri ymiskum eftirútbúgvingum, tí tað eru ikki minst kvinnurnar, sum ynskja at kalla lívlanga førleikamenning, sigur Høgni Reistrup, sum hóast døpur tøl heldur vón vera framman stavn. Í Føroyum hava vit styrki til at vit rímiliga skjótt kunnu savnast um stórmál. Føroyska samfelagið kom skjótt úr kreppuni í 90-unum, og eg ivist ikki í, at tað ber til at venda gongdini, men so mugu álvarslig átøk gerast. Hetta er ikki ein spurningur um útjaðaran í Føroyum mótvegis miðstaðarøkinum. Og ikki ein spurningur um fólk við útbúgving mótvegis fólki uttan útbúgving. Hetta snýr seg um at tryggja børnum okkara og komandi ættarliðum eina góða framtíð, og tí eiga øll at taka spurningin og avbjóðingina í allar størsta álvara, sigur Høgni Reistrup. Samstarv millum fakfelag og arbeiðsgevara Starvsmannafelagið og arbeiðsgevarar skipa fyri felags átøkum. Hitt fyrsta av sínum slag var í Norðurlandahúsinum 8. apríl um Sosialan Kapital. Tá Starvsmannafelagið gjørdi sáttmálasemju við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í oktober 2012 varð avtalað, at partarnir skuldu fara undir at skipa fyri felags átøkum, sum skulu økja um trivnaðin á arbeiðsplássinum sum partarnir varða av. Tað er ikki ásett í semju við Posta og Føroya Tele, men tey ynsktu at vera við í samstarvinum. Ein arbeiðsbólkur varð settur við umboðum fyri partarnar, og var ráðstevnan í Norð- urlandahúsinum fyrsta ítøkiliga úrslitið. Til tess at hava ein fyrilestur í sambandi við arbeiðsumhvørvi varð danin Tage Søndergård Kristensen boðin. Tage er serfrøðingur í arbeiðsumhvørvi. Hann hevur fingið fleiri heiðurslønir, hevur sitið í nógvum nevndum, og hevur í mong ár verið við til at savna ta vitan, sum í dag verður brúkt í arbeiðinum við arbeiðsumhvørvi. Fyrilesturin kallaði hann Sosialur Kapitalur - hvat er tað? Á ráðstevnuni greiddu Annika Flagstad Berg, master í TML, sum er HTU leiðari hjá SEV og Beinta Wilhelm Fossabrúgv, starvsfólkastjóri hjá Føroya Tele, frá teirra royndum við at arbeiða við Sosialum Kapitali. Eisini hugleiddi Høgni Djurhuus, kringvarpsmaður, um tað góða arbeiðslívið. Trivnaðarkanning Seinni parturin av ráðstevnuni snúði seg um eina trivnaðarkanning, sum Starvsmannafelagið hevur latið gjørt millum limir felagsins. 818 limir svaraðu spurningunum, og Selma Ellingsgaard, forkvinna felagsins, legði úrslitið av kanningini fram. Eftir hetta varð pallborðsorðaskifti, har luttakararnir søgdu sína hugsan um úrslitið. Við pallborðið sótu Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, Heðin Mortensen, umboðandi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Føroya Tele, Selma Ellingsgaard forkvinna í Starvsmannafelagnum og Tummas Nielsen, fíggjarstjóri á Posta. Eftir hetta segði Tage Kristensen sína hugsan um úrslitið av kanningini, og Snorri Fjalsbak hugleiddi um hvussu arbeiðast skuldi framyvir. So var tíðin komin til at forkvinna starvsmannafelagsins tók samanum og kundi takka øllum fyri ein góðan fund, sum Øssur Winthereig stjórnaði væl og virðiliga. Stór krøv til almenna geiran Hvussu fæst meira fyri hvørja krónu á almennum arbeiðsplássum og hvussu fæst betri tænasta til borgaran, samstundis sum trivnaður økist millum starvsfólk? Eitt av svarunum er hugtakið Sosialur Kapitalur, heldur serfrøðingur í arbeiðsumhvørvi. Almenni geirin hevur nógvar avbjóðingar fyri framman. Politiskt er kravið, at fáa meira fyri hvørja krónu, samstundis sum krøvini frá borgarunum økjast í hvørjum. Stóri spurningurin er tí hvussu vit fáa dygdargott arbeiði, meira fyri somu krónur, nøgdar borgarar, og at starvsfólk trívast á sínum arbeiðsplássi, at hanga saman. Loysnin er at virka eftir hugtakinum Sosialur Kapitalur, var høvuðsboðskapurin hjá Tage Kristensen í sínum fyrilestri fyri leiðslu og álitisfólk hjá Starvsmannafelagnum, umboðum úr Fíggjarmálaráðnum og øðrum almennum leiðarum. Tage S. Kristensen segði, at spurningar í sambandi við tær avbjóðingar, sum vit seta almenna geiranum, fylla nógv í almenna orðaskiftinum í Danmark eins og í øðrum londum. Spurningarnir snúgva seg millum annað um stovnar nýta ov litið av tíð til kjarnuuppgávur, um hesar eru nóg væl greinaðar og um ov nógv tíð fer til ymisk eftirlit og skjalprógvan. Um ov nógvar og ov lítið umhugsaðar bygnaðarbroytingar fara fram. Um ov lítla tilgongd av starvsfólki til tað almenna, tí miðalaldurin á starvsfólki í almennari tænastu økist alsamt. Harafturat tey alt fleiri krøvini, borgarin setur til tað almenna, samstundis sum politikarar ynskja at fáa meira fyri hvørja krónu. Vilja passa sítt arbeiði Tage Kristensen hevur í mong ár fingist nógv við spurningar í sambandi við arbeiðsumhvørvi. Hann hevur í tí sambandi vitja mong arbeiðspláss og hevur sostatt gott innlit í hvat millum annað starvsfólkini sjálvi siga um teirra dagliga arbeiði. Høvuðssjónarmiðini hjá starvsfólkunum eru, at ov nógv tíð verður brúkt til eftirlit og skjalprógvan, ov lítil tíð er at røkja kjarnuuppgávur, ov nógvar og ov lítið umhugsaðar broytingar verða gjørdar og alt størri krøv eru frá borgarum, sum mangan tykjast rættiliga ágangandi, tí teir halda seg ikki fáa tað teir hava rætt til. Boðskapurin hjá starvsfólkunum kann tí í stuttum sigast. Bara vit fingu loyvi til at passa okkara arbeiði. Øll eru samd um, at almennir stovnar skulu fremja sínar kjarnuuppgávur dygdargott, borgarin skal vera nøgdur, starvsfólk trívast og meira skal fáast fyri hvørja krónu, segði Tage S. Kristensen, og setti sær sjálvum spurningin. Ber til at fáa alt hetta samstundis? Ja um vit virka eftir hugtakinum. Sosialur Kapitalur, er hansara boð. Kostar einki Kanningar vísa, at starvsfólk í Norðurlondum hava tey mest mennandi og fjølbroyttastu størvini og hava harafturat rættiliga stóran ávirkan á dagligu arbeiðsgongdina, men samstundis eru krøvini til hesi starvsfólk størst. Endamálið er at arbeiðið verður gjørt dygdargott, sum eisini ger at starvsfólk trívast. Tað hongur saman, segði Tage Kristensen, og legði afturat, at boðskapurin við Sosialum Kapitali er millum annað, at tað snýr seg um samlaða arbeiðsplássið og ikki um einstaka starvsinnihaldið. Eitt hugtak, har beinleiðis samband er millum dagliga arbeiði og kjarnuuppgávurnar, og at arbeiði og trivnaður eru tvær alin av sama stykki. Týdningarmest av øllum er, at starvsfólkini hava álit á tí leiðslan sigur, og at leiðslan hevur álit á at starvsfólkini gera eitt gott arbeiði, segði Tage S. Kristensen, sum segði seg undrast á, at ikki øll virka eftir hugtakinum Sosialur Kapitalur, sum í veruleikanum ikki kostar nøkrum eina einastu krónu. Norðurlond fremst Tá talan er um virðini, sum samlað geva hægstu stigini til Sosialan Kapital, liggja Norðurlond fremst. millum annað tá tað snýr seg um í hvussu stóran mun fólk hava álit á hvørjum øðrum. Danmark á odda og beint í hølunum koma Noreg, Svøríki og Finnland. Sammett við onnur lond er langt millum hendingar við mutri í Norðurlondum eins og hetta er galdandi í Ný Sælandi og Singapore. Ringast stendur til í Italia, Kina, Russlandi og Somalia. Og meðan vit eru við tað kriminella, so er lægsta talið av fólkum, ið eru sett í fongsul, í Norðurlondum. Her liggur USA annars greitt á odda. Hvar ein á arbeiðsplássinum, hvar ein er staddur á leiðslustiganum, er ikki eins sjónligt í londunum næst uttan um okkum, sum tað er aðrastaðni, har tað ikki er óvanligt at hava tríggjar ymiskar matstovur alt eftir hvørja tignaðarstøðu tú hevur. Tað er at kalla ókent í Norðurlondum. Alt hetta telur við, tá ræður um at kunna siga at eitt arbeiðspláss hevur høgan Sosialan Kapital, segði Tage S. Kristensen. Trivnaður er treytin fyri einum virknum arbeiðsplássi Við árligum trivnaðarkanningum og starvsfólkasamrøðum arbeiða tey á Føroya Tele við pørtum av sosiala kapitalinum. Trivnaður og produktivitetur hanga saman. Tí halda tey á Føroya Tele tað hava alstóran týdning at arbeiða við trivnaði á arbeiðsplássinum, sum er ein liður í at gera stovnin so produktivan sum gjørligt. Tað er eisini orsøkin til, at tey seinastu árini hava gjørt trivnaðarkanningar. Fyrstu kanningina av sínum slag gjørdu tey í 2007, sum varð endurskoðað í 2010, og síðani hava tey skipað fyri trivnaðarkanningum á hvørjum ári. Beinta Wilhelm Fossabrúgv, sum er stavsfólkastjóri á Føroya Tele, greiddi á ráðstevnuni frá, hvussu tey arbeiða við trivnaðarkanningum og hvat endamálið er. Tað er at gera sær eina mynd av hvussu starvsfólk trívast í fyritøkuni og eyðmerkja økir, har neyðugt er at seta serlig átøk í verk fyri at bøta um trivnaðin. Í hesum sambandi fáa starvsfólk høvi til at vísa á viðurskifti, sum viðvíkja trivnaðinum og samanlagt kann úrslitið av kanningini gerast eitt arbeiðsamboð hjá leiðarum og starvsfólkum. Øll, leiðsla eins og starvsfólk annars, sum luttaka í trivnaðarkanningini, fáa hesar spurningar. Kunning frá leiðsluni og nærmasta leiðara. Viðurkenning fyri arbeiðsavrik. Væntanir og ábyrgdarøki. Førleikar. Siga sína meining, um starvsfólk eru ónøgd. Ósemjur verða loystar rættvíst. Loysa uppgávur, sum hava týdning fyri Føroya Tele, og nøgdsemi við starvið, tá ið alt er tikið við. Millum kanningarnar velja deildirnar eitt fokusøki og leiðslan velur eitt yvirskipað fokusøki, sum arbeiðast skal við. Dømi um fokusøki sum leiðslan hevur arbeitt við eru millum annað reglulig kunning á intranetinum eins og felags kunning. Beinta sigur, at tey, sum hava arbeiðsstað í Klingruni í Hoyvík, nýta eina løtu hvønn fríggjamorgun til ein felags morgunmat. Hetta høvi verður nýtt til felags kunning eftir tørvi, kunningina streamar man samstundis út til økini. Úrslitið av hvørjari trivnaðarkanning gevur ein góða mynd av, hvat vit eiga at varpa ljós á til tess at økja um trivnaðin, heldur Beinta. Á Føroya Tele skipa tey fyri trivnaðarkanning á hvørjum heysti, og á vári hava tey starvssamrøður. Beinta greiðir frá, at við trivnaðarkanningini kanna tey trivnaðin yvirskipað í allari fyritøkuni og niður á deildarstøði. Starvssamrøðan er eitt høvi hjá leiðara og starvsfólki at tosa um tey ymisku viðurskiftini hjá hvørjum einstøkum starvsfólki. Starvssamrøðan Endamálið við starvssamrøðuni er, at starvsfólk og leiðari samskifta hvørt við annað um krøv og væntanir til dagliga starvið og skal hon vera við til at tryggja arbeiðsgleði, motivatión og eldhuga. Nøkur av teimum evnum, sum tosað verður um í eini starvssamrøðu, eru. Hvussu hvør einstakur gevur sítt íkast til yvirskipaðu strategiina hjá stovninum. Høvuðsuppgávur, væntanir, ávirkan og møguleiki fyri at taka eina avgerð. Mongdir av uppgávum í mun til arbeiðstíð. Viðurkenning, motivatión, hjálp og stuðul. Førleikar og samstarv við leiðara, starvsfelagar, aðrar deildir og kundan. Samskifti sera týðandi Fyri at kunna viðgera spurningarnar í starvssamrøðuni eins og í trivnaðarkanningunum krevur tað, at tað er eitt gott samskifti millum leiðaran og starvsfólkini. At leiðarin hevur eitt gott samskifti við starvsfólk hevur sostatt ómetaliga nógv at siga. Til tess krevst, at leiðarin er fult greiður yvir hvussu ein góð og gevandi samrøða eigur at fara fram. At leiðarin dugir at lurta og ikki minni, at leiðarin veruliga hoyrir tað, sum sagt verður, soleiðis at starvssamrøðan og uppfylging av trivnaðarkanningini kann geva meining. Til tess skipaðu tey fyri einum skeiði fyri leiðarar, sigur Beinta. Føroya Tele hevur mong ymisk virkisøki og harvið nógvar deildir. Til tess at øll fyritøkan kann virka sum ein produktiv eind, har starvsfólk trívast, er eisini umráðandi at gott samskifti og samstarv er millum deildirnar. Tað er eisini eitt økjunum, sum tey hava fokus á, sigur starvsfólkastjórin á Føroya Tele. Fjalda tilfeingið hjá SEV skal gagnnýtast Annika F. Berg, HTU leiðari hjá SEV, setti sær fyri, sum ein part av sínari masterútbúgving í arbeiðsumhvørvisleiðslu, at varpa ljós á hugtakið Sosialur Kapitalur. Eitt hugtak, sum ikki so ofta verður sæð sum eitt tilfeingi, men sum kortini hevur alstóran týdning á einum arbeiðsplássi. Og hetta nýtist ikki at kosta nakað í krónum og oyrum. Á ráðstevnuni greiddi Annika frá kanningini, sum hon gjørdi millum starvsfólkini á SEV, sum millum annað tók støði í hvønn týdning sosiali kapitalurin hevur fyri framleidni og trygd hjá SEV. Her varð spurt um starvsfólk síggja samband millum trygd og framleidni, hvussu fata starvsfólk starvsfólkini samstarvið á síni deild og millum deildir, og hvønn týdning leiðsluhátturin hjá leiðarum í felagnum hevur fyri sosiala kapitalin. Annika sigur, at generelt tosa føroysk starvsfólk ikki nóg nógv saman. Tað vísti eisini trivnaðarkanningin hjá Starvsmannafelagnum, og starvsfólkini hjá SEV eru eingi undantøk í so máta. Fólk halda, at samskifti ivaleyst man vera nøktandi, men spyrt tú nærri um tað, er greitt, at samskiftið uttan iva kundi verið betri. Høvuðsniðurstøðan av kanningini er, at SEV hevur eitt fjalt tilfeingi, sum er tann sosiali kapitalurin. Men fyri at hetta tilfeingi kann nýtast skilabest, er neyðugt at hækka tann sosiala kapitalin. Annika sigur, at til tess at hækka tann sosiala kapitalin er neyðugt at bróta niður nakrar av forðingunum, sum tarna tí sosiala kapitalinum. Og til tess er neyðugt við eini broyting bæði í mentanini og atburðinum hjá starvsfólkum og leiðarum. Í tí sambandi nevnir hon samskifti, leiðsluhátt, kennskap til hvønn annan og góðan starvsfelagsskap ímóti skemmandi atburði, sum hon málber seg. Tá ið Annika tosar um at broyta mentan, hugsar hon millum annað um, at vit blanda okkum ikki upp í, hvat okkara starvsfelagar fáast við. Vit tykjast at hava nóg mikið við tað, vit sjálvi fáast við. Vóru vit meira opin mótvegis okkara starvsfeløgum, høvdu vit lært meira hvør av øðrum og ivaleyst eisini hjálpt hvørjum øðrum í størri mun. Tá ræður eisini um at vit taka góðu ráðini frá einum starvsfelaga til okkara, heldur enn at gerast firtin um, at onkur blandar seg, sigur Annika. Millum annað við støði í úrslitinum í kanningini arbeiðir SEV framhaldandi at økja um tann sosiala kapitalin. Annika sigur, at eitt av tiltøkunum er at skipa fyri leiðaraútbúgvingum, har høvuðsdentur verður lagdur á samskifti. Samstarv og álit millum starvsfelagar er gott Sambært trivnaðarkanningini hjá Starvsmannafelagnum tykjast viðurskiftini millum starvsfólk sera góð. Til spurningin um hvussu er við samstarvinum millum starvsfólk á einum arbeiðsplássi svara 85 prosent, at samstarvið er altíð ella ofta gott. Stórt sæð sama myndin teknar seg til spurningin um samstarv millum bólkar og deildir á einum arbeiðsplássi. Starvsfólk eru eisini ófør at hjálpa hvørjum øðrum, tá onkur hevur ov mikið at gera. Sama við at hjálpa nýggjum starvsfólki á arbeiðsplássinum, hóast tað ikki er teirra uppgáva. Kanningin vísir eisini, at starvsfólk líta vanliga á hvønn annan. 74 prosent svara hesum spurningi við í sera stóran mun ella í stóran mun. Tá vit koma til spurningar og svar, sum hava við samskifti við leiðsluna at gera, er úrslitið ikki eins jaligt. Tó so, til spurningin um samstarvið millum starvsfólk og leiðslu er gott, svara 65 prosent altíð ella ofta, men tá spurningurin er um starvsfólk verða tikin upp á ráð, tá broytingar verða framdar á arbeiðsplássinum, stendur verri til, tí tá svara heili 67 prosent annaðhvørt onkuntíð, sjáldan ella ongantíð og næstan ongantíð. Í kanningini vórðu limirnir eisini spurdir um tær fráboðanir, sum koma frá leiðsluni, eru nøktandi, og til tað søgdu 67 prosent í stóran mun ella lutvíst. Sama myndin vísti seg at vera, tá spurt varð um starvsfólkini kunnu siga sína hugsanir og vísa kenslur, eins og til spurningin um arbeiðsuppgávurnar verða býttar millum starvsfólk á ein rættvísan hátt. Spurt varð eisini um starvsfólk fáa viðurkenning fyri arbeiði, sum er væl úr hondum greitt. Til tann spurningin svaraðu 9 prosent í sera stóran mun, 30 prosent svaraðu í stóran mun, 29 prosent søgdu lutvíst, 22 prosent sjáldan og 10 prosent svaraðu ongantíð og næstan ongantíð. undir miðal sosialkapitalur. Svarini til tey trý høvuðsevnini, sum trivnaðarkanningin snúði seg um, álit, samstarv og rættvísi, eru síðani samanroknað eftir ávísum leisti, soleiðis at komið er fram til eitt virði, sum sigur hvussu vorðið er við sosiala kapitalinum á starvsmannafelagsøkinum. Er talið niðanfyri 4,95, er tað tekin um, at starvsfólkini ikki trívast, at tey eru í vanda fyri strongd og at sjúkradagarnir eru nógvir. Tí mugu tiltøk setast í verk. Er úrslitið millum 4,95 og 6,05 er tað nøktandi, men pláss er fyri at bøta um. Er talið omanfyri 6,06 trívast starvsfólkini og arbeiða úrslitagott saman. Samanroknaðu svarini av kanningini vísa, at talið fyri samstarv er 5,0, álit og rættvísi 4,6 og harvið verður sosial kapitalurin roknaður til 4,8. Tað sigur so mikið, at her er mangt, sum kann gerast betri. Sosialur kapitalur. Ein íløga í tað góða arbeiðslívið Arbeiðsplássið heldur enn sjálvt arbeiðið Trivnaður á arbeiðsplássinum er í størri mun tengdur at samlaða arbeiðsplássinum heldur enn innihaldi í sjálvum arbeiðinum, sigur serfrøðingur í arbeiðsumhvørvi. Sosialur Kapitalur, hvat er tað? Ivaleyst hevur onkur verið eitt sindur ivandi um merkingina av hugtakinum tá Starvsmannafelagið, saman við Fíggjarmálaráðnum, skipaði fyri einum felagstiltaki við hesum heiti. Eitt hugtak, tvey orð, sum kann tykjast at hava lítið við hvørt annað at gera, fyri ikki at siga at talan er um eina mótsøgn. Tage Kristensen, serfrøðingur í arbeiðsumhvørvi, greiðir frá hví hann valdi at nýta hetta hugtak í sonevndari hvítbók um trivnað á arbeiðsplássinum. Eitt hugtak, sum frammanundan hevur verið nýtt í øðrum høpi. Hugtakið Sosialur Kapitalur hevur Heimsbankin nýtt í fleiri ár at sammeta viðurskiftini millum lond. Hví nøkur klára seg væl og onnur minni væl, hóast treytirnar hava verið tær somu. millum annað sammetti Heimsbankin viðurskiftini í Suður Korea við tey í Nigeria, sum í 1950 vóru á sama menningarstigi. Í dag er Suður Korea tíggju ferðir so ríkt sum Nigeria. Sagt verður, at Suður Korea hevur høgan sosial kapital og Nigeria lágan. Tað sum liggur í hugtakinum er, at í londum við høgum sosialum kapitali hava fólk álit hvør á øðrum; eitt orð er eitt orð, samfelagsviðurskifti eru trygg og kriminalitetur og korruptión eru sjáldsom fyribrigdi, greiðir Tage Kristensen frá. Hann leggur afturat, at tað snýr seg ikki minst um menniskjansliga umsorgan yvirhøvur, og nevnir eitt dømi. Fólk gingu til eitthvørt frítíðarítriv, eitt nú fimleik. Komst tú ikki ein dagin, varð ringt og spurt hvar tú bleiv av. Nú gongur tú til fitness, og fólk eru líka glað um tú kemur ella ikki. Bara tú rindar fyri tíman. Fólk luttaka í minni mun nú í sosialum tiltøkum. Hetta er serliga galdandi í størri samfeløgum. Ja, grannin kann liggja deyður nakrar dagar í síni íbúð uttan nakar varnast. Hetta eru tekin um lágan sosialan kapital, sigur Tage Kristensen. Orsøkin til at høvundurin til hvítbókina um trivnað á arbeiðsplássinum nýtti hugtakið Sosialur Kapitalur var, at hugtakið frammanundan var kent, men í hesum føri í sambandi við eitt arbeiðspláss heldur enn eitt samfelag, men í høvuðsheitum eru bæði grundað á somu fortreytir og virði. Tá vit tosa um eitt arbeiðspláss, tosa vit eisini um fólk á ymiskum stigum í sambandi við vald. Onkur er arbeiðsgevari og onnur løntakarar. Dagligu uppgávurnar hjá øllum pørtum kunnu vera rættiliga ymiskar, men týdningarmikið er, at alt fer fram á lógligan hátt, og at øll somuleiðis kenna og góðtaka karmar og leiklut hvør hjá øðrum. Ikki er neyðugt at øll eru samd í einum og øllum, men at øll hava eitt felags áhugamál millum annað tað at starvsfólk trívast og at fyritøkuni, hvør hon so er, skal vera lív lagað, sigur Tage Kristensen. At vit hava tikið eitt hugtak úr samfelagshøpi og flutt tað yvir á einstøk arbeiðspláss hevur gjørt sítt til, at flyta hugburð í sambandi við arbeiðsumhvørvi. Áður varð alt ljós varpað á sjálvt arbeiðið, altso arbeiðsinnihaldið, tað at at vera lærari, sjúkrarøktarfrøðingur, fiskimaður o.s.fr., sum eru ógvuliga ymisk bæði so og so. Okkurt meira likamliga strævið ella krevjandi enn annað. Ikki vóru øll starvsøki eins nógv vird. Tá vit nú kanna hvussu trivnaðurin er á einum arbeiðsplássi, hyggja vit meira eftir hvussu samlaða arbeiðsplássi er, heldur enn eftir hvørjum einstakum starvi. Soleiðis hava vit eisini sæð, at hóast eitt starv ikki verður roknað av teimum mest spennandi, kann talan vera um eitt sera gott arbeiðspláss har øll trívast væl, har starvsfólk verða hoyrd, hava síni rættindi, og kenna seg sum ein virdan part av heildini. Tá er talan um høgan sosialan kapital, sigur Tage Kristensen. Spurdur um hetta, at fakfeløg og arbeiðsgevari skipa fyri tílíkum felags tiltøkum sum hesum um sosialan kapital, er at rokna sum nýggir tónar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Tage Kristensen, at so kann tykjast. Starvsfólk leggja helst størra dentin á sosiala partin, meðan arbeiðsgevarin hugsar meira um kapitalin. Men um tosað verður um Sosialan Kapital er ikki treytin, at semja er á øllum økjum, men heldur at báðir partar skilja og góðtaka munin á áhugamálunum hvør hjá øðrum. Harafturat liggur eisini í hesum ein felags áhugi at varðveita eitt gott arbeiðspláss, sigur Tage S. Kristensen, og heldur, at tílík felags átøk kunnu eisini hava við sær, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa lættari at skilja hvønn annan eitt nú í sambandi við sáttmálasamráðingar. Felagsskeið Tage Kristensen hevur í mong ár hildið fundir og skeið í hópatali á mongum arbeiðsplássum og fakfeløgum í Danmark í sambandi við arbeiðsumhvørvi. Í flestu førum eru tað starvsfólk ella fakfeløg, sum hava heitt á leiðsluna um at skipa fyri tílíkum skeiðum. Eisini eru mong fakfeløg, sum hava heitt á Tage Kristensen um at koma at greiða frá sínum royndum og hugskotum um eitt betri arbeiðsumhvørvi. Millum fakfeløgini er eisini danska fakfelagið hjá lærarum. Fyrstu ferð Lærarafelagið vendi sær til mín, var teirra ætlan, at skeiðið skuldi bert vera fyri lærarar, men tað helt eg vera vánaligt hugskot. Segði teimum, at skuldi nakað ítøkiligt koma burturúr, skuldu vit eisini hava umboð fyri leiðsluna, eins og álitisumboð, við. Síðani hava trý fólk møtt frá hvørjum skúla, eitt umboð fyri lærarar, eitt fyri leiðslu og eitt álitisfólk. Soleiðis koma umboðini at forpliktað hvørt annað, soleiðis at nakað ítøkiligt kann koma burturúr. Umframt at umboð fyri starvsfólk og leiðslu eru um felags átøk í sambandi við arbeiðsumhvørvi, hava eisini politikararnir víst hesum ans. Tage S. Kristensen greiðir frá, at í Keypmannahavnar kommunu hava politikararnir í nýggju sonevndu strategiætlanini fyri 2013 sagt seg vilja arbeiða við Sosialum Kapitali í kommununi. Endamálið skal vera at minka um eftirlit og eftirmetan og at virksemi framyvir skal í størri mun byggja á álit. Sama hava aðrar danskar kommunur sagt seg vilja. Felagsmálið hjá teimum øllum er at fáa meira fyri somu pengar. Øll samd Allir seks pallborðsluttakararnir vóru so hjartaliga samdir í einum og øllum, tá teir skuldu siga siga sína hugsan um úrslitið av trivnaðarkanningini hjá Starvsmannafelagnum at illa ber til at kalla hendan partin av ráðstevnuni fyri pallborðsorðaskifti, sum heitið annars var. Allir luttakararnir vóru samdir um at taka úrslitið av kanningini til sín og gera sítt besta fyri at bøta um tey viðurskifti, sum, sambært kanningini, ikki vóru nøktandi. Ikki minst samskiftið millum leiðslu og starvsfólk annars og fráboðanir frá leiðslum. Eins samdir vóru allir luttakarar um,at starvsfólk eiga at verða tikin við upp á ráð, og at talan er um eina felags avbjóðing tá ræður um trivnaðin á arbeiðsplássinum. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum, sum eisini sat við pallborðið, segði, at higartil hava tey bert eitt yvirskipað úrslit av kanningini. Nú fer felagið at greina kanningarúrslitini, soleiðis at tey fáa innlit í hvussu stendur til á hvørjum einstøkum arbeiðsplássi, fyri síðani at arbeiða víðari harfrá. Paris Hilton syndromið Ein søga er úr slupptíðini, sum fá vita um, sum fá hava hoyrt. Nógv er annars sagt og skrivað um upprunan hjá høvuðsvinnuni, men júst hendan søgan er farin aftur við bakborðinum. Tað var sluppin Shining Flower, sum ein fagran dag var á Suðurlandinum. Teir høvdu fingið nógvan fisk dagin fyri, og nú var klárt at kasta aftur. Hýrurin var góður, tí teir væntaðu sær nógv aftur hendan dagin. Og veðrið var av tí besta. So kemur skiparin upp á dekkið, setur eina kolu, eina lýsilampu, miðskips á dekkið, og sigur í dag kasta vit ikki, tí í dag er starvsfólkadagur. Teir gjørdu skjótt av, tóku skiparan, tveittu hann fyri borð, og so fóru teir at fiska og fingu nógvan fisk. Teir høvdu ein góðan dag. Ein góðan arbeiðsdag. Tað góða arbeiðslívið Tað ljóðar sum ein temayvirskrift í einum donskum vikublaði. Tað góða arbeiðslívið er at fáa frið at arbeiða. Frið fyri starvsfólkadøgum, temadøgum, menningardøgum, HR mennarum, kóksjum. At sleppa undan at brúka arbeiðstíðina til at koma hvørjum við tvætli, byggja brýr saman, lyfta í felag. Tað góða arbeiðslívið er at sleppa at arbeiða í friði fyri sosialari samveru, skammrósi, starvsfólkasamrøðum, sum ikki verða brúktar til nakað, trivnaðarkanningum, sum heldur ikki verða brúktar til annað enn skuffubjálving og Høgni Djurhuus, journalistur var í rætta lagnum á ráðstevnuni hjá deildarleiðarum at samanbera seg við aðrar deildarleiðarar. Frið fyri allari hesari torvmoldini í eyguni. Fáa frið fyri hóttanum um uppsagnir í vikur og mánaðir. Gevið okkum apum við flutningsbondini bara ein kassa av bananum um vikuna. Men fyrst og fremst, gevið okkum frið at arbeiða. Og kanska bara eitt vet av virðing fyri tí, vit gera. Tað kann gerast við einum telduposti ella einum herðaklappi og tveimum, trimum orðum í kaffistegðinum. Tvangsinnlegging heilar dagar er ikki neyðug. Ella gevið meira løn í staðin fyri vøkur, tóm orð, sáttmálafyllu. Hugflogið var gott. Hann avgjørdi at skapa ein marknað, sum hann so kundi liva av, liva væl av. Kendi nakrar stjórar og leiðarar, sum vildu hava starvsfólkið at halda, at teir vóru góðir og fittir við tey. Men hvussu gjørdu tey tað? Hey, her var marknaðurin. Stjórar og leiðarar hava brúk fyri hjálp at billa starvsfólki inn, at tey hava ávirkan, at lurtað verður eftir teimum, sum sagt blása torvmold í eyguni á teimum. Tora ikki rættiliga sjálvi, duga heldur ikki. Eg meini so við, her spilla 400 almenn starvsfólk ein heilan arbeiðsdag burtur fyri skattaborgarans flatskattaðu krónur. Til onga nyttu. Einki, ikki eitt einasta eitt alment starvsfólk fær eitt gott ella betri arbeiðslív av hesum tiltakinum her. Men aftur til okkara vin. Hann fór at endurgeva aðrar menn. Eingin kvinna hevur sagt nakað, sum vert er at endurgeva. Ein nýggj vinna var uppfunnin. Hann vaks skjótt, øgiliga skjótt. Nógvir pengar, tí øll vildu sjálvandi vera við. Tað er sum við jólaborðhaldunum og bygdarstevnunum og flakavirkjunum á hvørjum tanga. Fyrr, tá ein veggur skuldi flytast á einum arbeiðsplássi, bleiv ein handverkari biðin, ein timburmaður. Nú verður minst ein sálarfrøðingur og helst nakrir akademikarar afturat bidnir, tí tað kann jú hugsast, at veggurin er autistiskur, orsaka hevur autismu, og tí ikki tolir at vera fluttur. Paris Hilton syndromið Hetta er ein illusjónsídnaður. Tað ræður um at fáa fólk at halda, at tey eru við, tá avgerðirnar verða tiknar, at tey hava ávirkan, at lurtað verður eftir teimum, at tey verða hoyrd, at tey eru nakað verd. So er tó ikki. Als ikki. Allar avgerðir eru longu tiknar, áðrenn pøbilin verður rikin í rætt. Tær hevur leiðslan tikið. Men tað virkar betur, um leiðslan altíð kann siga: vit hava spurt fólkið. Vísa avgerðirnar seg at vera skeivar, so stendur leiðslan ikki einsamøll eftir við apuni, tí apurnar vórðu jú tiknar við upp á ráð. Eg veit ikki, hvussu nógv hoppa upp á alt hetta her. Tað er neyvan kannað. Eg kalli hetta Paris Hilton syndromið. Her átti eg sjálvandi at havt power point og varpað eina stóra mynd av Paris Hilton upp á bróstið. Paris Hilton er heimskend uttan at vera nakað uttan Paris Hilton. Men tað er eydnast at sannføra heimin um, at tað at vera Paris Hilton er vert dagliga umrøðu í øllum miðlum. Tað er ber tilvild, at tey fingu verið til fyrr í tíðini, tá eitt arbeiðspláss var eitt arbeiðspláss og ikki ein vælverumiðstøðu ella hugnaklubbi. Eingin kostnyttukanning er gjørd, men eg fari at pástanda, at tað kostar nógv og ger onga nyttu. Tóm orð fyri krónur. Tað ger ikki støðuna frægari, at fakfeløgini spæla við í hesi komediu. Tað selur góðar lønarkrónur fyri tóm orð. Sáttmálarnir gerast longri og longri fyri hvørja ferð. Fleiri og fleiri orð sum enda við politikkur. Mítt felag segði nei takk til 220 krónur um mánaðin, tí tey, sum fáa yvir 50.000 krónur um mánaðin, tríggir ella fýra limir, einki fingu afturat. Felagið vildi ikki gera mun á limunum. Álitisfólkini fingu longri uppsagnartíð enn aðrir limir, felagið vildi jú ikki gera mun á limunum. Nú er ringt hjá okkum vanligu deyðiligu at vita, hvat dentur verður lagdur á, tá leiðarar verða settir. Tað fáa vit ikki at vita, tað rakar ikki okkum. Heldur ikki, hvør annar søkti. Tá vit so frætta, hvør fekk starvið, spyrja vit, innantanna sjálvandi, Gud viti, hvør annar søkti? Næstan øll vilja vera leiðarar, eisini tey, sum ikki duga. Og tað tykist soleiðis, at tey, sum ikki duga, fáa leiðarastørvini, tí eina viku eftir, at tey eru vorðnir leiðarar, skulu tey á skeið at læra at vera leiðarar. Eisini har liggur HR ídnaðurin framvið. Enn ein góð inntøkukelda. Samanumtikið. Leiðarar taka allar avgerðir. Men tíverri krevur tíðin, at fólkið verður spurt og hoyrt. Leiðarar vita ikki, hvussu teir fáa billað fólkinum inn, at tey verða hoyrd, hava ávirkan, eru við í avgerðunum. Hvat er so at gera? Jú, sjálvandi, tað sama sum politikararnir, keypa sær spunasmiðir at billa fólki inn, at tey verða hoyrd og hava ávirkan. Hóast tey ikki verða hoyrd og onga sum helst ávirkan hava. Tí, sum sagt, avgerðirnar vóru longu tiknar. Men øll skulu vera samd um, at tað eru røttu avgerðirnar. Torvmoldsídnaðurin hevur jóladagar. Nei, gamla kapitalistista prinsippið er tað besta. Arbeiðsgevarin leiðir og býtir út arbeiðið. Longri er tann søgan ikki. At blása torvmold í eyguni á fólki er ikki neyðugt. Tað kostar eisini alt ov nógv. Aftur á Suðurlandið Skiparin á Shining Flower? Ja, hann bleiv hálaður um borð aftur, eftir at hava lovað og gjørt eið uppá, at hann ongantíð aftur skuldi koma við einum so skítbýttum boðum sum at hava starvsfólkadag. Og teir kastaðu og fiskaðu nógv eisini tann dagin. Teir gjørdu okkurt til nyttu. Teir høvdu ein góðan arbeiðsdag, eitt gott arbeiðslív. Spurdi tú teir um sosialan kapital, høvdu teir svarað, nei, her er eingin sosialistur umborð. Havið ein góðan dag. Farið aftur til arbeiðis. Landsstýrið skundar undir lágkonjuktur Fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum er skeivur, heldur Starvsmannafelagið. Umfatandi rakstrarátøk verða sett í verk at basa bygnaðarligum skeivleikum, sum ikki eru til. Trupulleikin er, at lágkonjukturur elvir til hall á fíggjarlógini. Við sínum hóttanum um sparingar næstu árini skundar landsstýrið undir lágkonjukturin, tí fólk tora ikki at brúka pengar og óttast fyri at missa síni størv. Fíggjarkarmarnir fyri næstu fimm árini eru lagdir fram, og Starvsmannafelagið heldur, at fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum er grundleggjandi skeivur, tí hann skundar undir tann lágkonjuktur, sum føroyski búskapurin er í. Neyðugt er meira enn nakrantíð, at landsstýrið endurreisir álitið hjá húsarhaldunum og vinnuni á búskapin, men landsstýrið ger tað øvugta. Við at boða frá umfatandi sparingum og ikki at innrokna lønarvøkstur og prísvøkstur í rakstrartølini næstu árini, spjaðir landsstýrið ótta millum fólk. Skeiv uppáhald Landsstýrið sigur í fíggjarkørmunum, at løtan er lagalig at fremja umfatandi rakstrarátøk í almenna geiranum, tí búskaparvøksturin heldur fram. Tá rákið er við, er rætta løtan at fremja rakstrarátøk, verður sagt. Men rákið er als ikki við landsstýrinum. Landsbankin segði í sínari búskaparfrágreiðing, at búskaparvøksturin fer at minka og verður bara 1,4 prosent í 2014. Tá landsstýrið so samstundis boðar frá umfatandi rakstrarátøkum, skundar tað undir skeivu búskapargongdina. Í fíggjarkørmunum verður sagt, at talið á løntakarum er vaksandi. Hetta heldur landsstýrið styðjar upp undir uppáhaldið um, at Føroyar hava búskaparligt viðrák í løtuni. Eisini hetta er skeivt. Hagstovan hevur staðfest, at talið av løntakarum vaks frá 2009 til í fjør, men seinasta hálva árið eru ongir løntakarar komnir aftrat. Eisini hetta ber greið boð um ein búskap í lágkonjukturi, sum als ikki hevur tørv á politiskari sjokkviðgerð, men álitisskapandi fíggjarpolitikki, ið skundar undir nýtslu og íløguhug. Starvsmannafelagið heldur, at sera trupult er at síggja eitt systematiskt hall hjá tí almenna farnu 14 árini. Tvørturímóti hevur landskassin havt hall og avlop við konjuktursveiggjunum, og tí er verandi lágkonjukturur orsøk til verandi hall. Tann vøksturin, sum landsstýrið vil vera við hevur verið stórur síðan 2009, hevur í veruleikanum verið sera avmarkaður. Vøksturin í lønargjaldingum var 5,6 prosent, og prístalið hækkaði samstundis 4,1 prosent. Eisini av hesi orsøk er álitið á búskapin lítið. Køva vøksturin Í fíggjarkørmunum sigur landsstýrið, at løgukarmurin á 323 milliónir krónur fer at stimbra búskapin. Rætt er, at vaksandi íløgur kunnu stimbra búskapin, men virknaðurin av hesum átakinum hvørvur, tá landsstýrið samstundis boðar frá umfatandi rakstrarátøkum í almenna geiranum. Húsarhaldini lata vera við at brúka pengar, og fólk óttast fyri at missa arbeiðið, tí tey vita, at trupult kann vera at finna annað arbeiði. Vit hava longu verið vitni til fleiri uppsagnir í almenna geiranum, og umfatandi uppsagnir millum annað í fíggjarvinnuni vísa greitt, at vinnufyritøkur heldur spara enn at skapa nýggj arbeiðspláss. So mikið álvarsligari er tað, at landsstýrið í fíggjarkørmunum avdúkar, at Starvsmannafelagið heldur, at verandi fíggjarpolitikkur hevur við sær, at húsarhald og vinnulív fara at halda fram at stúra fyri framtíðini útreiðslukarmarnir til 2018 eru framskrivaðir í 2014 prísum. Hetta merkir, at møguligar lønarbroytingar og prísbroytingar eftir 2014 eru als ikki við í kørmunum. Tá almennir stovnar ikki fáa játtan, sum svarar til lønarvøkstur og prísvøkstur, brúkar landsstýrið ta nyttuleysu og skaðiligu plenuklipparametoduna. Eisini hetta minkar um álitið á búskapin, tí minkandi álitið ger bæði húsarhald og vinnulív ótrygg. Í einum búskapi, har álitið grundleggjandi er stórt, koma lønar- og príshækkingar innaftur við øktum skattum og avgjøldum, men hetta ætlar landsstýrið eftir øllum at døma ikki skal henda næstu árini. Um plenuklipparin verður brúktur mótvegis almennum starvsfólkum, er talan um eina vandamikla sparing, ið skundar undir verandi trupulleikar. Heldur enn at hótta almenn starvsfólk eigur landsstýrið at leggja dent á at fáa uppaftur meira burtur úr virðismiklu førleikunum hjá starvsfólkunum. Álitið má endurreisast Landsstýrið skrivar í fíggjarkørmunum, at ein orsøk til stóru skuldarkreppuna hjá fleiri evropeiskum londum er væntandi politiskur vilji at fremja neyðugar bygnaðarbroytingar. Hetta er skeivt. Nógv av teimum londum, sum eru illa fyri í dag, høvdu ikki hall, áðrenn fíggjarkreppan rakti teirra búskapir. Men tá hon rakti, komu tey í umfatandi trupulleikar orsakað av eini óreguleraðari fíggjarvinnu, sum setti almennu kassarnar undir ovurstýrt trýst. Eisini føroyingar kendu sviðan avw hesi gongd. Samanumtikið heldur Starvsmannafelagið, at verandi fíggjarpolitikkur hevur við sær, at húsarhald og vinnulív fara at halda fram at stúra fyri framtíðini. Ófjaldu og ódámligu hóttanirnar í fíggjarkørmunum um null lønarvøkstur ella hópuppsagnir, spjaða ótta millum fólk. Tað, sum fólk vinna, spara tey upp, meðan tey kunnu. Grundleggjandi er óttin fyri at missa starvið so stórur, at økt nýtsla kann ikki koma upp á tal. Landsstýrið átti at góðtikið, at eitt ávíst hall var á fíggjarlógini í nøkur ár, so álitið á búskapin kann endurreisast. Lágkonjukturur kann ikki basast við átøkum mótvegis einum bygnaðarligum halli, sum ikki er til. Landsstýrið sigur seg vilja basa hallinum, tí tað óttast fyri, at landið endar í rentufelluni orsakað av ov stórari skuld. Nettoskuldin hjá Føroyum er lítil og ongin, so eisini á hesum økinum sær landsstýrið bara brotpartar av samlaðu búskaparmyndini. Norðurlond skulu hava landsumsiting í heimsflokki Ikki ber til at yvirmeta týdningin av demokratiskari, ikki muturspiltari og virknari almennari fyrisiting. Í krepputíðum verður týdningurin av stovnum í hvørjum einstøkum landi serliga týðiligur. Fyri at Evropa skal vera ført fyri at hevja seg burtur úr hesari áleikandi og ógvuliga vandamiklu búskaparligu og demokratisku kreppuni, krevst ein eftirspurningseggjandi politikkur við íløgum, men eisini eftirlit í fíggjargeiranum, virknari skattavald og rættarverk, íløgur í undirstøðukervið og í útbúgving og gransking. Norðurlond hava søguliga havt almenna fyrisiting og tænastur, ið hava virkað væl, og sum borgararnir hava havt stórt álit á. Stovnar, skipan og bygnaður í vælferðini hava gjørt sítt til, at lond okkara hava kunnað greitt tungar kreppur á ein skilagóðan hátt. OECD hevur í frágreiðing sínari greinað almenna geiran, har tað snýr seg um stødd, virksemi og úrslit. Norðurlond ikki bara standa seg væl í kanningini, tey eru millum tey bestu. Hóast Norðurlond liggja millum tey fremstu í heimshøpi, bæði tá ið tað snýr seg um at fólk hava álit á stovnum og fyrisitingum undir landinum og somuleiðis, hvussu væl fyrisitingin og stovnar í hvørjum einstøkum landi standa seg, so síggja vit nú tekin til, at sprungur eru um at vísa seg í samfelagsbyggingini, sum elva til ampa. Vit eru stúrin. Tað snýr seg tíverri ikki bara um einstakar hendingar ella einstøk lond, men vit halda, at hetta er eitt rák, sum vit vilja hava ein fingur á loft at ávara um. Niðanfyri koma nøkur dømi úr hvørjum einstøkum av londum okkara. Í Svøríki uppliva vit aftur veikleikar í landsins heildarábyrgd fyri undirstøðukervinum. Tokferðslan riggar ikki. Hóast føgur lyfti um tað øvuta, noyddust vit nú at tola ein vetur, har henda týdningarmikla samfelagstænasta ikki veitir tað, hon skal, og tað rakar bæði borgarar og vinnulív. Eins týðiligt er tað, at borgararnir líta avgerandi almennum virksemi, sum eitt nú Arbeiðsávísing og Trygging, lítið til. Okkara limir í hesari fyrisiting skulu loysa ógvuliga torførar uppgávur, hóast tíðin er tepur og pengarnir fáir. Tey møta tá borgarum, sum lata harm sín og vónsvik síni falla aftur á starvsfólkini. Tað hevur við sær vánaligt arbeiðsumhvørvi, og álitið hjá fólki á samfelagið viknar. Í Noregi hava vit havt ein almennan geira sum heild og ein serligan geira, har eitt av grundeyðkennunum hava verið væl virkandi viðurskifti millum partarnar við at menna dygdartænastur. Hetta er nú um at broytast. Nú verður eintáttað miðað eftir einari mál- og úrslitastýring, sum ávirkar statsligu leiðsluna og arbeiðsmentanina. Ov avgjørda samanblandingin við privata geiran hevur eisini gjørt nakað við dygdina og nøgdina í vælferðartænastunum. Her má staturin taka sereyðkenni síni aftur, leggja new public management til viks og fara undir at nýta tann høga førleika, sum almenn starvsfólk hava, og fara undir aftur at menna leiðslu sína. Vit høvdu fegin viljað sæð broytingar, so at vit kunnu varðveita ein fyrsta floks almennan geira. Í Danmark eru vælferðarsamfelagið og almenni geirin undir stórum trýsti. Tí er tørvur á nýhugsan. Svarið kann ikki vera miðstýring, útlokalisering og einskiljingar. Í staðin er svarið, at stórur tørvur er á einari álitis- nýskipan í almenna geiranum. Nýskipanin skal miða eftir áliti, nýskapan og minni skrivstovuveldi. Leiðsla og starvsfólk skulu í samspæli við borgararnar umhugsa, hvussu málini verða rokkin. Á øllum stigum skulu politikarar, starvsfólk og arbeiðsgevarar taka upp samstarv um, hvussu almenni geirin verður stýrdur og mentur. Við einari álitisnýskipan skulu vit kunna tryggja ein framhaldandi almennan geira í heimsflokki. Í Finnlandi eru vit endað í búskaparligari afturgongd sum avleiðing av heimsfevnandi búskaparkreppuni. Finska ríkisstjórnin sparir, skerjir útreiðslurnar og skattar harðari. Tiltøkini ávirka lívið hjá øllum borgarunum. Ríkisstjórnin heldur fram eins og undanfarnar ríkisstjórnir at endurnýggja og umskipa virkisøkini í ríkisfyrisitingini. Endamálið er at minka starvsfólkahópin hjá ríkinum. Vit kunnu staðfesta, at starvsfólkini í Finnlandi eru fækkað úr stívliga 220 000 fólkum í 1980 árunum til o.u. 84 000 fólk nú, hetta er ein avleiðing av útlokalisering, einskiljingum og øðrum átøkum at umskipa. Skerjingarnar bera í sær, at ríkið skarvar av tænastum sínum til borgararnar. Hetta hevur við sær, at borgararnir hava ikki longur rættindi á jøvnum føti. Serstakliga teir borgarar, sum búgva burtur á bygd, hava sannað, at grundleggjandi rættindi eru versnað. Í Íslandi hava vit verið undir trýsti líka síðan bankakreppuna í 2008. Viðfevndar skerjingar hava verið gjørdar í heilsu-, vælferðar- og útbúgvingarskipanunum. Tær strategisku skerjingarnar, sum úr stuttum sjónarhorni vóru ein liður í endurreisingini eftir kreppuna, hava ávirkað styrkina í landsfyrisitingini tann skeiva vegin. Í mongum førum hava lønirnar hjá starvsfólkunum verið skerdar, og talið á fólki í almennum starvi er minkað. Úrslitið er, at arbeiðsbyrðin hjá starvsfólkunum, ið eftir eru, er vorðin tyngri, og almenna tænastan til teirra, sum hava tørv á at fáa veittar almennar tænastur, er versnað. Nú er løtan komin at byggja upp íslendska vælferðarsamfelagið, so at varandi skaðar ikki verða framdir. Almenni geirin má endurnýggja seg, so hvørt sum vit møta nýggjum avbjóðingum. Vit vilja síggja ein stat, sum er professionellur, nýskapandi og smidligur, og sum verður sermerktur av samstarvi millum allar partar. Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broytingar seinastu tíðina. Ógvuslig skattabroyting við at undanskatta og seta í gildi flatskatt fór fram í bráðum skundi uttan stundir og vilja til greiningar og uttan atlit at teimum hørðu mótmælunum. Flatskatturin og minkaða skattainnkrevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera vælferðarsamfelagið og almenna geiran veikari. Um somu tíð vænta borgararnir sær vælferðartænastur av høgari dygd. Hesi seinnu árini hava verið eyðkend av skerjingum og samanleggingum. Nú uppliva vit eisini beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftirlitsstovni og demokratiskar spælireglur verða lítisvirdar. At landið ætlar at veita borgarunum somu tænastur við minni peningi, setur enn størri krøv til starvsfólkini hjá tí almenna, og almenni geirin er undir hørðum trýsti. Vend má koma í og álit byggjast upp. Vit, ið umboða tey, sum starvast í landsfyrisitingunum í Norðurlondum, kenna ein ampa á okkum. Hetta eru tíverri ikki einstakar hendingar, vit peika á, tað er eitt rák, sum má fáast aftur á beint. Kreppurnar hesi seinnu árini stinga djúpt hjá mongum londum í Evropa. Til tess at standa seg í kreppum og vanlukkum krevjast sterk lond við einum væl mentum myndugleikabygnaði. Arbeiðsloysi, ógvuslig búskaparlig afturgongd og umhvørvisvanlukkur krevja úr longum sjónarhorni íløgur í førleikamenning og undirstøðukervi. Ábyrgdina av hesum mugu okkara fólkavaldu taka á seg og taka tey stig, sum krevjast til tess at menna almennu fyrisitingina í Norðurlondum. Herfyri sá eg eina spennandi sending í sjónvarpinum um at skapa sær rúm á alnetinum, har tú kanst liva eitt lív við síðuna av tínum veruliga lívi. Sendingin snúði seg í høvuðsheitum um at spæla á netinum og at skapa reglur fyri spæli, at finna upp á nýggjar mátar at vera til, í nógvum førum snúði tað seg um, hvørt alnetið skuldi skipast við eftirliti og uppílegging ella við demokrati og sjálvsavgerðarrætti. Tað altavgerandi var felagsskapurin, hesi fólkini skaptu sær inni á netinum. Í bókmentunum, serliga í fantasybókmentunum, hava parallelheimar leingi verið ein veruleiki, sum teir ymsu persónarnir hava flutt seg ímillum. Vit kenna tað til dømis frá bókunum hjá Philip Pullman, Myrkursins frumevni, men fleiri aðrar góðar og minni góðar bøkur eru skrivaðar við hesum fortreytum. Nú tykist tað, sum um hetta als ikki er nakar fantasiur, men ein sannroynd, sum fer at gera virtuella heimin ella tykisheimin líka veruligan sum tann heimin, tú ferðast í beint nú. Tað verður mangan sagt, at bókmentir eru eitt slag av veruleikaflýggjan, har kanst tú gloyma teg burtur og uppliva ein annan heim, sum kann vera bæði vakrari, meiri spennandi og fyrimyndaligari enn tann, tú ert í til gerandis. Sama kann sigast um ein tykisheim kallaður Facebook, sum skjótt næstan hvør einasti føroyingur millum 14 og 60 er partur av. Í einum veruleika, har peningavaldið verður alt meira rátt og kyniskt, og har politikarar á ongan hátt lurta eftir, hvat fólkið vil, og hvørjar trupulleikar tey stríðast við í gerandisdegnum, men stýra og taka avgerðir fullkomiliga yvir høvdið á øllum, er Facebook sum ein frelsandi eingil. Her kanst tú skapa títt heilt egna lív upp á tínar egnu treytir. Tú gert av, hvat tú vilt hava fram um teg sjálva, tú gert av, hvussu tú sært út, hvørjar meiningar tú vilt hava fram, hvussu títt heim sær út, hvørjar vinir tú hevur, stutt sagt tú kanst skapa tær títt egna perfekta lív. Helst er hetta ikki beinleiðis ein lívslygn, helst er hetta ein ynskidreymur, tí tú skapar teg sjálva og títt lív, júst soleiðis sum tú vilt hava onnur at halda teg hava tað. Í so máta sigur tín vangamynd á Facebook eina rúgvu um teg sum persón. Lívslygn er tað tó kortini, tí í staðin fyri at fara út í veruleikan at gera nakað við hann, at broyta tilverugrundarlagið hjá tær og mær, so letur tú standa til og brúkar alnetið til at oysa allar tínar frustratiónir út um politikk og politikarar, um føroyska málið, um korini hjá einligum mammum, happing, fátøk børn við ongum jólagávum osfr osfr, og so væntar tú gud hjálpi mær, at tú fert at vinna Gucci taskuna ella ferðina til Sri Lanka við at dáma og dáma og dáma. Og Facebook er sprenfult av gullkornum um at vera góð við mammuna, grannan og børnini. Helst spara vit eina rúgvu av sálafrøðirokningum, og politikararnir hava langt síðani funnið útav, at Facebook er funnin fressur; íbúgvarnir halda seg kúrrar, so teir kunnu manerera, sum teir vilja. Fólk hava úr at gera við at skriva á Facebook, í staðin fyri at fara upp í politisk arbeiði lokalt og globalt, hevði eg nær sagt. Politikarnir sjálvir skriva eisini á Facebook, so at vit skulu vita, hvussu fittir teir eru at hugsa um okkum og berghol og neyðhjálp og alt møguligt í senn. Í nýggjari bók eftir Zygmunt Bauman, sosiologiprofessara, ávarar hann ímóti narsissismu, og hann hevur andstygd fyri hygg at mær mentanini. Zygmunt Bauman er ein av teimum sosiologunum, sum hevur havt størst ávirkan í Europa. Hann skrivar í miðal eina bók um árið, og tað hevur hann gjørt, síðan hann slapp undan at verða týndur undir øðrum veraldarbardaga. Í bókini Moral Blindness - the loss on sensitivity in the liquid society ávarar hann ímóti einum nýggjum slagi av líkasælu. Í staðin fyri dreymin um eitt betri samfelag fyri øll hava vit fingið undirgangin sum eitt kalt faktum, har øll noyðast at finna sína egnu nichu fyri at yvirliva. Og tó, enn glógvar í onkrum, tí var ikki eitt mótmæli um sparingar á eldraøkinum, sum fekk politikarnar upp úr stólinum herfyri? Meira av hasum, takk. Kim er skipari á LÍV Í mong ár var Kim Clementsen virkin limur í Havnar Bjargingarfelag. Tað var tí ikki annað enn natúrligt, at hann bleiv ein partur av manningini á bjargingarbátinum LÍV, sum fyri júst fimm árum síðani varð settur í tænastu. Tilgongdin og fyrireikingarnar tóku rættiliga langa tíð, tí tað ráddi sjálvandi um at fáa ein bát, sum var best møguliga egnaður til endamálið. Og tað er LÍV, er Kim sannførdur um. Báturin er bygdur sum bjargingarbátur og øll vektin, 15 tons, liggur í neðra, so báturin kemur á rættkjøl aftur, hóast tað skuldi hent, at hann fer runt. Teir hava eisini roynt hann í rættiliga ringum veðri við høgari aldu. Kim sigur, at mesta miðal alduhæddin, sum hann hevur upplivað við bátinum, hevur verið um 10 metrar, men hóast tað kláraði báturin seg sera væl, so sjógóður hann er. Manningin telur 16 fólk, harav ein kvinna, sum hevur skipað seg í vaktum. Tey hava vakt tvær vikur og síðani frí í tvær vikur. Øll manningin skal hava trygdarskeið sum sjómenn eins og fyrstahjálparskeið. Maskinmaðurin skal sjálvandi hava góðan kunnleika á sínum øki, og sama er galdandi fyri við navigatør og skipara. Manningin hevur nógvar venjingar saman við tyrluni hjá Atlantic helicopters, samarittunum hjá Reyða krossi og Rescue Ziska. Av og á eru eisini venjingar saman við løgregluni, sløkkiliðinum, MRCC og fiskiveiðieftirlitinum. Eru boð eftir LÍV er tað annaðhvørt MRCC ella politistøðin sum kallar á tey, sum hava vakt. Boðini fara bæði til tey fýra á forvakt og tey fýra á bakvakt, men tað er ógvuliga sjáldan, at bert forvaktin fer avstað hóast ikki er neyðugt við fleiri. Men hvørja ferð tey eru úti, gevur tað góða venjing. Uppgávurnar eru bæði nógvar og ymiskar, sigur Kim. Talan kann vera um sjúkraflutning, eitt nú úr Nólsoy, og mangan skal berast skjótt at. Tey hava megnað at seta portørarnar í land í Nólsoy 17 minuttir eftir, at manningin hevur fingið boð. Rescue LÍV hevur havt umleið 230 hjálparuppgávur, síðani báturin varð settur í tænastu. Báturin hevur verið við í fleiri bjargingum og tikið fólk av søkkandi báti. Ikki hevur altíð verið líka tespiligt, sigur Kim. Annars gera tey eisini aðrar uppgávur millum annað fyri politi og Tórshavnar kommunu. Fyri trimum árum síðani luttók LÍV á sjómannadegnum í Reykjavík. Tað tók teimum 10 tímar at stima til Høfn í Íslandi. Kim sigur, at tey hava altíð havt gott samstarv við íslendsku bjarg- ingartænastuna, og hesaferð vildu tey nýta høvi til at vísa íslendingum bátin. Tað var ikki sørt at íslendingar vóru øvundsjúkir eftir einum tílíkum báti, tí teirra bátar eru munandi eldri og ikki so væl útgjørdir. Íslendingar gjørdu nógv burturúr, og sjónvarpið helt seg heldur ikki aftur fyri at greiða frá dygdunum í føroyska bjargingarbátinum, sigur Kim. Alt arbeiði í sambandi við LÍV er sjálvboðið. Eingin fær løn, men hinvegin so fær manningin øll neyðug skeið goldin. Íslendingar hava eina vælútbygda støð til ymisk skeið, og hagar er ætlanin hjá føroysku manningini at fara í heyst. Hóast tey, sum eru á vakt, altíð skulu vera til reiðar at leypa avstað tá boðini koma, heldur Kim ikki, at tað er serliga bundið at vera ein partur av manningini. Skal ein okkurt, so hevur man møguleika at býta um við annan, so tað er eingin trupulleiki. Tað týdningarmesta við hesum er, at tú veruliga hevur hug til tess. Og tað havi eg, sigur Kim Clementsen sannførandi. Førleikamenning á dagskránna Bæði starvsfólkapolitikkur landsins og sáttmálar Starvsmannafelagsins hava ítøkiligar ásetingar, sum skulu tryggja, at starvsfólkini áhaldandi verða førleikament, at taka við nýggjum avbjóðingum. Starvmannafelagið vil, at ásetingarnar at menna starvsfólkini ikki bara vera tóm orð, men veruliga virka í verki. Nógvir stovnar taka ásetingarnar um førleikamenning í fullum álvara, men tíverri er tað ikki øll, ið enn eiga hetta sum neyðugan og sjálvsagdan rætt. Tá spariknívurin hevur rakt, hava vit verið vitni til uppsagnir, har limir í Starvsmannafelagnum eru sagdir úr starvi við millum annað teirri grundgeving, at tey ikki hava eins góðar førleikar og onnur. Vit hava eisini hoyrt arbeiðsgevarar tosað um, at ávísir starvsfólkabólkar eru hóttir, tí uppgávur hvørva og eftirspurdu førleikarnir eru hjá fólki við hægri bókligum førleikum. Seinasta dømið eru uppsagnirnar í Almannaverkinum, har fólk við stórari realkompetansu verða send til hús vegna sparingar, samstundis sum sókt verður eftir fólki við hægri útbúgvingum. Umraðfestingar, verður hetta rópt. Gamaní hevur ein arbeiðsgevari heimild at skipa arbeiðsplássið, men leiðslurætturin má umsitast við skynsemi, og tað kennist svárt og høpisleyst, at ein arbeiðsgevari sigur dugnaligum starvsfólki við stórari vitan og realkomtetansu upp, og samstundis setir onnur í starv. Um tey fyrru høvdu fingið møguleikar at ment sínar førleikar, høvdu tey staðið seg nógv betur í kappingini um størvini og teirra realkompetansa veruliga komið samfelagnum til góðar. Starvsfólk kunnu enda í eini blindgøtu og fáa trupult við at fóta sær aftur á arbeiðsmarknaðinum, verða teirra førleikar ikki røktir og mentir. Hetta er dýrt bæði fyri tann einstaka og samfelagið alt. Her mugu broytingar henda og vit vilja viðvirka til, at mannaorkan verður virðismett og førleikar gagnnýttir á bestan hátt. Seinast hava vit hoyrt, at samgongan ætlar at umskipa miðfyrisitingina, har boðað er frá sparingum bæði í 2015 og 2016. Starvsmannafelgið ætlar at fylgja væl við í tilgongdini at umskipa miðfyrisitingina, og vilja vit viðvirka til, at tey starvsfólk, sum arbeiða har og hava uppbygt sær stóra realkompetansu, ikki verða umlopin ella slept uppá fjall. Almenni starvsfólkapolitikkurin og sáttmálaásetingarnar um førleikamennig skulu takst í álvara. Hetta merkir, at myndugleikarnir skulu læra at gagnnýta tey fólkini, sum eru upplærd í almennu skipanini og allatíðina syrgja fyri, at tey verða førleikament at taka við nýggjum avbjóðingum. Sjálvsagt er útbúgving og bókligur førleiki bæði týðandi og alneyðugur fyri framburð. Besta gagnið og tænastuna fær tann einstaki, samfelagið og borgarin tó, um realkompetansa og bókligur førningur bæði verða virðismett og gagnnýtt til fulnar. Í blaðnum verður førleikamenning umrødd og á heimasíðu okkara og øðrum netmiðlum liggur grein frá okkum um málið. Vit ætla okkum eisini at kortleggja støðuna á økinum í komandi tíðunum. Okkara mál er at tryggja limum felagsins og samfelagnum, at limanna vitan verður varðveitt, førleikarnir mentir og eisini gagnnýttir á bestan hátt. Stórar avbjóðingar í ferðavinnuni Tað sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum í oktober 2011 tók við starvinum sum leiðari á kunningarstovuni í Havn. Hon hevur drúgvar royndir innan ferðavinnuna bæði her í Føroyum og uttanlands. Í skjótt 25 ár hevur Theresa virkað innan ferðavinnuna. Áhugin fyri hesi vinnu kveiktist av álvara hon kom í starv hjá Flogfelag Føroya. Tað var sera spennandi, serliga tað at selja ferðaseðlar til føroyingar til øll møgulig spennandi og fjarskotin støð kring allan heim, greiðir Theresa frá. Flogfelag Føroya var aðalumboð fyri SAS, Maersk og Icelandair og haðani komu fólk ofta at vitja í Føroyum. Einaferð tey vitjaðu her, varð Theresa spurd um hon ikki hevði áhuga at koma til Keypmannahavnar at menna áhugan millum danir fyri Føroyum sum ferðafólkalandi og selja ferðaseðlar til Føroya. Hesum tilboði tók hon av, og starvaðist á ferðaskrivstovu í Keypmannahavn til hon í 1995 kom aftur í starv hjá Flogfelag Føroya við starvsstaði á flogvøllinum. Hetta vóru aftur nýggjar avbjóðingar, har tey handlaðu allar ferðir til Keypmannahavnar og Billund við Maersk Air eins og ferðir til Glasgow og Íslands við Icelandair. Føroyska flogfelagið hevði nú virkað í nøkur ár og vildi sum vera man gerast enn meira sjónligt í marknaðarføringini. Í tí sambandi varð Theresa spurd um um hon ikki vildi reka eina skrivstovu fyri Atlantic í Keypmannahavn. Tað var jú enn ein nýggj sera spennandi avbjóðing, so eg tók av, og 1. apríl í 1998 lat nýggja skrivstovan upp mitt í hjartanum í danska høvuðsstaðnum. Hóast vit á mangan hátt lógu sera væl fyri, vísti tað seg rættiliga skjótt, at tað kortini var eitt sindur ópraktiskt ikki at vera nærri flogvøllinum, og tí varð avgerð tikin um, at Atlantic fekk sær skrivstovu í Kastrup, sum eisini vísti seg at vera ein góð og neyðug avgerð, sigur Theresa. Tað gekk rættiliga skjótt at vinna marknaðarpart frá Maersk, og tað gjørdu vit sjálvandi alt fyri. Frammanundan var tað bara SAS, sum tó sær av at avgreiða Atlantic úr Kastrup, men nú vóru vit eisini á staðnum og gjørdu alt fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt. Serliga spennandi var tað, tí hetta var jú pionerarbeiði, greiðir Theresa frá, sum eftir nøkrum árum í hesum starvi kundi hugsað sær at nomið sær onkra viðkomandi teoretiska útbúgving. Hon setti sær fyri at lesa serviceøkonom, sum er ein útbúgving, sum ikki minst bygdi á praktiskar royndir og sum seinri eisini kom henni væl við. So mikið væl, at hon gjørdi av at lata upp sína egnu ferðaskrivstovu í Keypmannahavn. Egna ferðaskrivstovu Í 2004 lat Theresa upp sína egnu ferðaskrivstovu í danska høvuðsstaðnum. Eg hevði frammanundan roynt at gera eitt so gott fyrireikingararbeiði sum gjørligt, og hóast torført var at fáa íleggjarar valdi eg at royna. Hetta var um tað mundi, tá tað gjørdist alt meira vanligt hjá fólki at bíleggja ferðaseðil á alnetinum, og røddir vóru frammi um, at tað fór ikki at vera so stórur tørvur á ferðaskrivstovum. Men eg trúði framvegis uppá, at fólk fóru at hava brúk fyri góðari tænastu; ikki minst tá tað galt at selja ferðaseðlar til eitt so mikið ókent ferðamál sum Føroyar. Tað gekk eisini sera væl í fyrstani, men tvey ár seinri mátti eg ásanna, at kostnaðurin til eitt nú marknaðarføring og at hava eina ferðaskrivstovu var ov stórur, sigur Theresa, sum annars var sera fegin um tað góða samstarv hon hevði við Atlantic og Faroe Jet. Eftir hetta fekk hon starv hjá Air France í Keypmannahavn. Tað var munur á at hava sína egnu lítlu ferðaskrivstovu og so koma í starv hjá einum heimsumfatandi flogfelagi og tað gjørdist henni eisini ein stór uppliving. Lønin var sera vánalig, men upplivingarnar og avbjóðingarnar vóru stórar og uniformarnir ótrúliga flottir. Eg hevði neyvan sæð eitt so stórt kuffert fult av arbeiðsbúnum áður, greiðir Theresa frá, sum eftir eini tíð hjá franska flogfelagnum fór til Grønlands saman við manni sínum. Hann sum kommunustjóri í nýggju stórkommununi í Nuuk meðan Theresa fyrst fekk starv hjá Air Greenland og síðani gjørdist ferðavinnustjóri í Nuuk. Kunningarstjóri í Havn Heimlongsulin til Føroya gjørdi tó alt meira um seg, og tá starvið sum leiðari á kunningarstovuni í Havn varð lýst leyst, søkti hon og fekk starvið. Tað er hon sera fegin um og stórtrívist við. Og í hesum starvi koma eisini drúgvu og fjølbroyttu starvsroyndir hennara sera væl við. Theresa sær stórar møguleikar í ferðavinnuni, sum kann geva eitt munandi størri avkast til føroyska samfelagið enn hon ger í dag. Ikki minst nú ferðavinnan er so væl skipað. Nýggja brandið dámar henni væl, men tað forpliktar eisini øll, sum fáast við ferðavinnuna. Eitt er at fara út í heim og arbeiða fyri at fáa ferðafólk higar, annað er hvussu vit taka ímóti teimum. Her ræður um at ferðafólk altíð kenna seg vælkomnan uttan mun til hvar í landinum tey vitja. Uppgávan hjá Ferðaráðnum er at fáa fólk higar, og uppgávan hjá kunningarstovunum og veitarum er at síggja til, at alt riggar av besta slag og at ferðafólk fáa ta kunning, sum tey hava brúk fyri, sigur Theresa. Kring alt landið Hóast kunningarstovan í Havn hevur sum aðalmál at taka sær av teimum ferðafólkum, sum koma til høvuðsstaðin, leggja tey eisini stóran dent á at kunna um teir møguleikar sum eru kring landið. Tað tænir okkum øllum best, og gera vit ikki tað, kann tað bert koma okkum aftur um brekku. Samanlagt fæst mest burturúr um øll fáa gagn av hesi vinnu. Tí gera vit nógv við at vegleiða fólki um ferðamøguleikar kring landið, alt eftir hvussu leingi tey ferðast í Føroyum, tí fólk ynskja eina so fjølbroytta uppliving sum gjørligt, sigur kunningarleiðarin í Havn. Vinnumøguleikar Nógv verður tosað um fólkafráflyting og at fáa fólk heimaftur. Theresa ivast ikki í, at her kann ferðavinnan geva eitt munagott íkast, tí ferðavinna snýr seg um so mangt. Tað hevur stóran týdning at vit hava fólk við góðari vitan, og tí er avgjørt brúk fyri fólki við eitt nú samfelagsligari útbúgving, umframt at tað hevur eins stóran týdning at hava fólk úr lívsins skúla. Hava vit bæði leikfólk og lærd, fáa ferðafólk ta fullfíggjaðu myndina av okkum. Ein partur innan ferðavinnuna, sum vindur nógv uppá seg, er tað vit kunnu kalla fundarvinna. Hetta at bjóða fólki higar til ráðstevnur av ymiskum slag. Ofta eru hetta fjølmentir bólkar úr øllum samfelagsstættum. Hendan vinnan kann geva nógv av sær, og harafturat eru ráðstevnurnar uttan fyri háárstíð, júst tá vit veruliga hava brúk fyri at fáa fleiri ferðafólk og gott pláss er fyri at taka ímóti teimum, sigur Theresa, sum fegnast um, at nú tykist sum politiski myndugleikin veruliga hevur fingið eyguni upp fyri teimum møguleikum, sum ein vælvirkandi ferðavinna kann geva. Hóast eg havi verið uttanlands í mong ár, kenni eg føroyska samfelagið rættiliga væl og tí kenni eg meg ikki sum fremmandan fugl. Sjálv havi eg gjørt mær nakrar royndir innan vinnuna, men eg fari ikki at smoykja nakra loysn yvir onnur. Tað er av sera stórum týdningi, at øll spæla við, og at hvør einasti veitari ger sítt besta og at øll arbeiða í samljóði hvør við annan, sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, leiðari á kunningarstovuni í Havn, sum nú kann gera sínar eftirmetingar av hvussu hetta summarið royndist. Trý feløg hava boðið sær til at gera skitsuprosjekt fyri arbeiðið at umbyggja bygningin í M. A. Winthersgøtu í Tórshavn, sum Starvsmannafelagið hevur keypt. Fimm feløg fingu møguleikan at gera skitsuppskot til umbyggingina av bygninginum, sum Starvsmannafelagið keypti frá Kringvarpinum fyri 6,7 milliónir krónur. Taka støðu Trý feløg tóku av og tilboðini eru løgd fyri nevndina og umsitingina hjá Starvsmannafelagnum. Nú skal støða takast, um takast skal av tilboðunum, sum ráðgevararnir hava lagt fram. Hetta er fyrsta stigið í eini ætlan at umbyggja bygningin, so at felagið fær betri karmar at virka undir. nógvir møguleikar. Nýggi bygningurin liggur beint við síðuna av verandi umsitingarbygningi hjá Starvsmannafelagnum. Bygningurin er í trimum hæddum og er góðar túsund fermetrar til víddar. Formligi eigarin er Trygdargrunnurin hjá Starvsmannafelagnum. Nýggi bygningurin fer at geva betri karmar fyri arbeiðinum í felagnum, millum annað hjá fakbólkum, sum ætlanin er at menna. Eisini verða møguleikar fyri at onnur fakfeløg kunnu flyta inn í húsini, so at eitt livandi og mennandi umhvørvi verður skapt fyri fakfelagsvirksemi. KVF starvsfólk høvdu rætt til yvirtíð Sáttmálatulking. Fulltíðarsettu starvsfólkini, sum vóru til arbeiðis valkvøldið 29. oktober 2011 høvdu rætt til løn fyri yvirarbeiði. Orsøkin var at valdagurin var ikki innroknaður í vaktarskipanina, sigur Fasti Gerðarrættur, sum hevur givið Starvsmannafelagnum viðhald. Arbeiðir tú vanligar arbeiðstíðir og verður boðsendur at koma til arbeiðis til eina serliga uppgávu ein leygardag, eigur tú at fáa yvirtíð fyri tað. Arbeiðir tú í vaktarskipan við skiftandi arbeiðstíðum, eigur dagurin at vera innroknaður í vaktarlistan, og gevur tá bert vaktargaldið. Er dagurin ikki innroknaður í vaktarlistan, hava eisini tey, sum arbeiða skiftistíð, rætt til yvirtíð. Hetta er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti, sum hevur gjørt úrskurð í sáttmálatrætu millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvsmannafelagið kærdi Starvsmannafelagið kærdi málið eftir nakrar dramatiskar dagar uppundir fólkatingsvalið í 2011, sum mundi enda við, at føroyskir sjónsvarpshyggjarar sótu fyri svørtum sjónvarpsskíggja valkvøldið. Valdagurin var leygardag 29. oktober 2011. Kringvarpið hevði kallað til arbeiðis stóran part av manningini at senda frá valinum, og starvsfólkini høvdu fingið boð um, at tey vóru vaktarsett at arbeiða hendan einstaka dagin. Hetta merkti, at tey fóru ikki at fáa yvirtíð eftir grein 22 í sáttmálanum, men bert vanligt tímagjald við einum minni ískoyti, sokallað vaktargjald, sum er galdandi fyri fólk við skiftandi arbeiðstíðum. Starvsfólkini fóru til Starvsmannafelagið við málinum, og felagið vendi sær til arbeiðsgevarasíðuna. Felagið helt ikki at ein skipan við at vaktarseta fyri ein einstakan dag var sambærlig við sáttmálan. Støðan var spent, og tað var um reppið, at starvsfólkini í Kringvarpinum løgdu arbeiði niður valkvøldið. Endin var tó tann at Starvsmannafelagið fór í Fasta Gerðarrætt við málinum, sum nú hevur gjørt úrskurð og givið felagnum viðhald. Tey uttanfyri vaktararbeiði Í Kringvarpinum arbeiða summi starvsfólk vanliga arbeiðstíð, til dømis frá klokkan 8.00 ella 9.00 á morgni til kl. 16 ella 17. seinnapart. Tey arbeiða sum oftast vikudagarnar frá mánadegi til og við fríggjadag, og hava frí leygardag og sunnudag. Onnur starvsfólk í kringvarpinum arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tá verður ein vaktarlisti gjørdur, sum vísir nær fólkini arbeiða. Hesi starvsfólkini koma ofta út fyri at arbeiða uttan fyri vanligar arbeiðstíðir, og eisini leygardag og sunnudag. Fyri hetta fáa tey eitt serligt vaktargjald eftir grein 21 í sáttmálanum. Um starvsfólki í vanligum arbeiði sigur Fasti Gerðarrættur, at tey høvdu rætt til yvirtíð eftir grein 22 í sáttmálanum, tí at boðsenda teimum at arbeiða ein leygardag er álagt arbeiði út yvir vanliga dagliga planlagda arbeiðið hjá fulltíðarsettum. Tey í vaktararbeiði Um fulltíðarsettu starvsfólkini við skiftandi arbeiðstíð. T.v.s. tey sum ganga í vaktstaðfestir Gerðarrætturin, at eisini tey høvdu rætt til yvirtíð eftir grein 22 í sáttmálanum, tí at vaktarsetingin av valdegnum 29. oktober var ikki innroknað í vaktarlistan hjá starvsfólkunum. Tað, sum hendi var, at leiðslan í kringvarpinum sendi starvsfólkunum ein teldupost, har boðað varð frá, at tey skuldu arbeiða á valdegnum. Trupulleikin var, at eyka arbeiðsdagurin ongantíð varð innroknaður í vaktarlista hjá teimum, sum arbeiddu í vaktum. Vaktarlistin varð ongantíð lagaður til tann eyka vaktardagin, sum sostatt bara var lagdur omaná ein longu gjørdan vaktarlista. Tað, sum hevur týdning í hesum sambandi er, hvussu vaktarlistin hjá einkulta starvsfólkinum er áðrenn og eftir at nýggju arbeiðsboðini verða givin. Fær starvsfólk ikki nýggjan vaktarlista, har nýggi arbeiðsdagurin er innroknaður í vaktarlistan, so at krøvini í grein 20, stykki 1 eru lokin, liggur nýggi arbeiðsdagurin í roynd og veru uttanfyri vaktarlistan, staðfestir úrskurðurin. Tann sannroynd, at leiðslan í Kringvarpinum boðaði frá eyka vaktardegnum 3 vikur frammanundan valdegnum hevði hinvegin ongan týdning fyri málið, sigur gerðarrætturin, sum sipar til sáttmálásetingina í grein 20, stykki 1, ið sigur, at starvsfólk eiga 3 vikur fram at vita nær tey skulu arbeiða og nær tey hava frí. Hendan áseting merkir fyrst og fremst, at vaktarlistin eigur at vera klárur 3 vikur frammanundan. Sostatt høvdu eisini starvsfólkini, sum arbeiddu í vaktum rætt til yvirtíð fyri at arbeiða valdagin, leygardagin 29. oktober 2011, staðfestir Fasti Gerðarrættur. Tey starvsfólkini, sum í vaktarlistanum vóru sett at arbeiða valkvøldið í 2011 høvdu kortini bara rætt til tað vanliga vaktargjaldið- og ikki yvirtíðargjald. Starvsmannafelagið sett kunningarráðgeva 1. september byrjaði Dánjal Højgaard í starvi sum kunningarráðgevi hjá Starvsmannafelagnum. Dánjal Højgaard er útbúgvin journalistur og løgfrøðingur. Hann hevur arbeitt á nógvum ymiskum fjølmiðlum, millum annað í Kringvarpinum, og hevur eisini verið í starvi sum kunningarráðgevi hjá Landsverki. Umframt at taka sær av kunning fer Dánjal eisini at taka lut í málsviðgerð, til dømis í sambandi við uppsagnir og onnur starvsfólkamál. Álitisfólkaval fyri framman Álitisfólkaval verður hildið annaðhvørt ár. Nú er so aftur tíðin komin til nýtt álitisfólkaval. Hetta verður hildið í oktober og november. Verandi álitisfólk fáa til uppgávu at skipa fyri vali millum limir felagsins, ið tey eru álitisfólk hjá. Fyri at kunna vera vald ella valdur til álitisfólk er millum annað hetta. Meginreglan er, at viðkomandi skal hava verið í starvi á deildini ella stovninum í minsta lagi 1 ár, og hevur fulltíðarstarv. Í seinastu semjuni frá 1. oktober 2012 við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið varð semja gjørd um, at tá ið tað á einari deild starvast í minsta lagi 5 limir í Starvsmannafelagnum, hava hesir limir rætt at velja eitt álitisfólk. Hetta ger at tað koma at vera eitt sindur færri álitisfólk eftir næsta val, tí áður var talan um 3 limir á eini deild, fyri at hava rætt til álitisfólk. limir, ið ikki hava álitisfólk, verða biðin um at venda sær til felagið. Teir limir, ið ikki hava álitisfólk, orsaka av at ov fáir limir eru á deildini, verða biðin um at venda sær til felagið annahvørt á telefon ella við at senda ein teldupost til Starvsmannafelagið og upplýsa okkum tykkara teldupostadressu, soleiðis at tit kunnu fáa ymiska kunning frá felagnum. NSO ráðstevnan í Tromsø í døgunum 2. til 5. juni 2013 Árliga norðurlendska ráðstevnan, sum fakfelagsskapurin NSO skipar fyri, varð í ár hildin í norðurnorska býnum Tromsø. Noreg hevur havt formansskapin seinasta árið, og valdu tey at leggja ráðstevnuna uppi í Tromsø. Tromsø liggur væl norðanfyri polarkringin, so hesa árstíðina er sólin at síggja alt samdøgrið. Hesar dagar, ráðstevnan var, var av besta veðri. Fyri Starvsmannafelagið luttóku Selma Ellingsgaard, Svend Seloy og Anna Johannesen. Á NSO ráðstevnuni eru eisini norðurlendsku arbeiðsgevararnir við, og Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, luttók tí eisini á ráðstevnuni. Ráðstevnan byrjaði við einum fyrilestri um arbeiði í Arktis, har professarin Rolf Tamnes fra Institutt for forsvarsstudier greiddi frá um viðurskiftini undir kalda krígnum, og tann nú alt veksandi áhugan fyri Arktis umframt samstarvið í Arktis. Martin Madsen frá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd hevði eitt innlegg um norðurlendsku vælferðartænasturnar og fíggjarligan vøkstur. Hann vísti á dynamiska ávirkan av almennum útreiðslum, so sum útbúgving, gransking, barnaansing, almennar íløgur v.m. Sum dømi nevndi hann millum annað, at eitt starvsfólk, sum tekur eina útbúgving, er 10 ár longri á arbeiðsmarknaðinum, umframt at ein pedagogur, sum tekur sær av 10 børnum, gevur 9 foreldrum møguleika fyri at vera á arbeiðsmarknaðinum. Umframt fyrilestrar, so hevur hvørt landið sína framløgu, sum síðani verður kjakast um. Eisini er høvi at seta spurningar. Akadamisering Tað er altíð áhugavert at hoyra, hvat okkara systurfeløg í hinum norðurlondum hava valt at taka fram. Hesa ferðina var tann alt veksandi akademiseringin av arbeiðsmegini á breddanum hjá Ísandi og Noreg. Til flestu størvini í almennu umsitingini í Noreg krevst bachelor útbúgving, so útvegan av nýggjum starvsfólkum er ein avbjóðing, tá start verður blint á útbúgving heldur enn at mett verður um eina hóskandi útbúgving, persónligar eginleikar og um ein er egnaður til starvið. Jú meira einstáttaðar útbúgvingarnar eru, tess meira hvørvur margfeldi í almennu fyrisitingini, og starvsfólk kunnu verða yvirkvalifiserað til arbeiðsuppgávurnar, tey verða sett at røkja. Og hetta kann koma at ganga út yvir teirra egnu førleikamenning í starvinum. Ein onnur avbjóðing í sambandi við hægri útbúgving er trýstið á lønarásetingina, soleiðis at skilja, at størv við sama starvsinnihaldi verða lønt ymiskt, alt eftir hvørja útbúgving starvsfólkið hevur. YS-Stat leggur dent á, at fáa fram positivu síðurnar av vanligu skrivstovulæruni, sum er minkandi orsaka av rákinum, at allur førleiki skal koma gjøgnum hægri útbúgving. Í Íslandi hava í dag uml. 60% av almennu starvsfólkunum hægri útbúgving. Eins og í Noregi, verða starvsfólk við hægri útbúgving sett í nýsett størv, hóast hetta ikki er eitt krav í lýsingini. Tað er eitt lógarkrav í Íslandi, at seta tann best kvalifiseraða. Tað leiðir so aftur til spurningin, um tann við universitetsútbúgving er best kvalifiseraður til at røkja almenn skrivstovustørv. Arbeiðsloysið hevur eisini eina ávirkan á mobilitetin hjá arbeiðsmegini. Størri arbeiðsloysið er, størri er vandin fyri, at starvsfólk søkja størv, tey útbúgvingarliga eru yvirkvalifiserað til. Hetta javnar seg so aftur, tá arbeiðsloysið minkar, og fleiri útboð eru av størvum til hægri útbúgvingar. Tó er tá stóri vandin, at tey við skrivstovuútbúgving eru farin í onnur størv og fyrisitingin tískil hevur mist týðandi vitan og førleikar. Førleikar, ið bæði eru kostnaðarmiklir og drúgvir at byggja upp aftur. Fakfelagið hjá íslendsku almennu starvsfólkunum arbeiðir fyri at tryggja limum teirra møguleikar, soleiðis at tey framhaldandi vera ein attraktiv arbeiðsmegi innan almennu fyrisitingina. Sosialur kapitalur Starvsmannafelagið hevði valt at hava umrøðuevnið Sosialur kapitalur, meiningakanning og heildarmynd. Starvsmannafelagið skipaði saman við Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Føroya Tele og Posta fyri einum átaki í Norðurlandahúsinum 8. apríl, har vit settu týdningin av Sosialum kapitali á breddan. Lyklahugtøkini í sosiala kapitalinum eru samstarv, tryggleiki og rættvísi. Hesi 3 lyklahugtøk eru millum annað grundarsteinur undir einum góðum trivnaði. Fyri at vita hvussu tað var statt við trivnaðinum úti á okkara arbeiðsplássum, gjørdi felagið eina Gallup kanning, sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum 8. apríl. Í Tromsø greiddi Starvsmannafelagið so frá trivnaðarkanningini. Vit síggja í kanningini, hvussu ymiskur trivnaðurin er frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss, alt eftir hvussu skerjingar og rationaliseringar hava rakt arbeiðsplássini, og samstundis eisini hvussu broytingarnar verða gjørdar, t.v.s. um starvsfólkini hava ávirkan á broytingina ella ikki. Trivnaðarkanningin vísir manglar í samskiftinum millum leiðslur og starvsfólk. Hetta er ein avgerandi faktorur, sum má og skal virka, so starvsfólk skulu kenna seg sædd og hoyrd, tá broytingar verða gjørdar, soleiðis at stovnurin kemur væl gjøgnum broytingarnar, og starvsfólkini kenna ognarlut í broytingunum. Tá vit samanbera okkum við eitt nú Danmark, so liggja við hægri í mátingunum, tá tað um samstarv millum starvsfólk umræður, meðan vit liggja lægri í samskiftinum millum leiðslur og starvsfólk. Hetta er nakað vit kunnu gera nakað við, við at varpa ljós á, hvønn týdning tað hevur á trivnaðin, her undir arbeiðsavrikið hjá hvørjum einstøkum starvsfólki, at samskiftið millum starvsfólk og leiðslurnar er ein natúrligur partur í gerandisdegnum. Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 50 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 150 krónur um mánaðin. Teir limir sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina umframt. Hetta er eisini 150 krónur. um tú ætlar at gerast hvílandi limur, og vil vita hvar hesi gjøld skulu flytast, so verður tú vinarliga biðin um at venda tær til felagið við at ringja ella við at senda teldupost til teirra. Starvsmannafelagið hevur gjørt avsláttaravtalur við fleiri fyritøkur í summar Frá 1. juli varð møguligt hjá limum Starvsmannafelagsins at fáa 10% avsláttur við keyp av nýggjum dekkum, og ókeypis dekkkanning einaferð um árið frá bilasøluni hjá Øssur Johannesen, Vegurin Langi 43, Hoyvík. Avtalan er galdandi, so leingi sum báðir partar ynskja tað. 1. august fingu vit avtalu við Vælvera Fitness, Heykavegur 6, Tórshavn, har limir fáa óavmarkaða venjing og bólkavenjing fyri 249 krónurum mánaðin, og tað er 1 mánaði uppsagnartíð. Avtalan er galdandi so leingi, sum báðir partar ynskja tað. 1. august varð avtala gjørd við fótarøkt Ingunn Poulsen, Lucas Debesargøta 8, Tórshavn. Har ber til at fáa fótarøkt fyri 350 krónur Vanligur prísur er 380 krónur Avtalan er galdandi so leingi, sum báðir partar ynskja tað. 1. september gjørdu vit avtalu við valdemar lútzen amboðshandil og lásatænastu, Skálatrøð 14, Tórshavn, har limir fáa 15 % í avsláttri av øllum vørum, tó ikki av el amboðum. Avtalan er galdandi so leingi, sum báðir partar ynskja tað. 1. september fingu vit avtalu við Hjá kissa, Tórsgøta 14, Tórshavn, sum veitir limum felagsins 15 % í avsláttri við keyp av øllum vørum. Avtalan er galdandi so leingi, sum báðir partar ynskja tað. 1. september gjørdu vit avtalu við Faroe Travel, Sverrisgøta 20, Tórshavn. Avtalan inniber, at limir felagsins fáa avsláttur av tænastugjøldum, og fyrimun burtur úr teimum seravtalum, ið Faroe Travel hevur, innan t .d. innivist, billeigu o.ø. Limir kunnu venda sær til Faroe Travel fyri at fáa meiri at vita um seravtalurnar. Avtalan er fyribils galdandi fram til 1. September 2014. 1. september varð avtala gjørd við Sirri, Áarvegur 12, Tórshavn og noa noa, Niels Finsensgøta 11, Tórshavn, har limir fáa 15 % í avsláttri við keyp av øllum vørum. Avtalan er galdandi so leingi, sum báðir partar ynskja tað. Limir skulu vísa limakort sítt fram, fyri at fáa avsláttur. Um limur ikki hevur ognað sær eitt limakort, ber til at venda sær til felagið, so verður tað sent liminum. Til ber at fara inn á heimasíðu felagsins. Á forsíðuni er leinki nevnt limatilboð. Umvegis hetta ber til at síggja allar tær ymsu avtalurnar, ið eru fingnar í lag. Starvsmannafelagið takkar hjartaliga øllum nevndu fyritøkunum fyri teirra stuðul. Fakfelagssamtakið NTR nýggja leiðslu Vaktarskifti. Felagsskapurin NTR, sum er eitt samstarv millum norðurlendsk fakfeløg, ið hava sáttmála við kommunurnar, hevur fingið nýggjan formann. NTR hevði fund í Stokkhólmi í farnu viku, har felagsskapurin valdi nýggjan aðalskrivara og nýggjan formann. Norðmaðurin Knut Roger Andersen varð valdur til nýggjan aðalskrivara. Andersen er royndur fakfelagsmaður og arbeiðir í dag sum politiskur ráðgevi í norska fakfelagnum Delta, sum er eitt av feløgunum í NTR. Andersen tekur við eftir eftir Dan Nielsen, sum hevur verið aðalskrivari í NTR tey seinastu átta árini. Samstarvið í NTR er skipað í ein politiskan og ein umsitingarligan part, og er tað tann politiski parturin, sum velur aðalskrivaran. NTR valdi eisini nýggjan formann á fundinum í Stokkhólmi. Nýggjur formaður er Bodil Otto, sum er forkvinna í donskum fakfelagi. Norðurlendsk samstarv Samsstarvið umboðar tilsamans 317.000 arbeiðstakarar í almenna sektorinum í Norðurlondum. NTR skipar á hvørjum ári fyri ráðstevnu, har mál av felags áhuga fyri fakfeløgini verða viðgjørd. Ráðstevnan seinast var í Íslandi og var evnið fíggjarkreppan í Íslandi. Ráðstevnan næstu ferð verður í Danmark. Harumframt hittast umboð fyri samstarvsfeløgini nakrar ferðir um árið. Føroysku umboðini á fundinum í Stokkhólmi vóru Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum, sum situr í politiska samstarvsbólkinum, og Guðrið Joensen, samskipari í Starvsmannafelagnum, sum er umboð í tí umsitingarliga bólkinum. Hálva øld í skúlans tænastu Starvsdagur. Fríggjadag 27. september var almenn mót- tøka í Mentamálaráðnum í sambandi við at Svanhild Joensen úr Havn hevur arbeitt í skúlaverkinum í samfull 50 ár. Fitt av fólki varð samankomið í móttøkuhølunum hjá Mentamálaráðnum til hátíðarhaldið fríggjadagin 27. september. Landsstýrismaðurin í mentamálum og aðalstjórin í Mentamálaráðnum hildu røðu, og aðrir av hennara starvsfeløgunum søgdu eisini nøkur orð. Byrjaði hjá Wahl Svanhild Joensen var bert 16 ára gomul, tá hon byrjaði í skúlafyrisitingini. Tá var arbeiðsstaðið ríkisumboðið og Ríkisumboðsmaðurin kallaðist Mogens Wahl. Í 1979 var skúlaverkið yvirtikið. Tá kom Svanhild á Landsskúlafyrisitingina, har hon sum lønarfulltrúi fekk dagligu leiðsluna av lønarskrivstovuni. Gjøgnum árini hevur arbeiðsgevarin havt ymisk nøvn. Ríkisumboðið, Landsskúlafyrisitingin, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Mentamálastýrið og seinastu árini Mentamálaráðið. Ordan í Á samkomuni í Mentamálaráðnum fekk Svanhild nógv góð skoðsmál. Sagt varð, at hon hevur verið bæði arbeiðssom, álítandi, hugsandi, dugandi, still og drúgv. Samstundis kom fram, at Svanhild hevur bein í nøsini og at hon sum lønarfulltrúi altíð hevur lagt dent á, at alt fer rætt fram. Tað er respekt millum skúlaleiðarar um tað, tú sigur. Tú ert rættvís, so at teir skulu hava tað, sum er ásett, men heldur ikki meira. Royna teir at snýta ella at finna kreativar loysnir, sum liggja uttanfyri karmarnar, so finnur tú tað umgangandi og so verður feilurin rættaður, segði Poul Geert Hansen í røðu síni. Stórar broytingar Hesi 50 árini hevur Svanhild arbeitt undir trimum ríkisumboðsmonnum, 18 landsstýrismonnum og trimum aðalstjórum. Og tøkniliga hevur menningin verið stór. Tá eg sigi ommubørnunum frá tí at hava skrivimaskinur, duplikator við stenslum og telex í staðin fyri teldur, fartelefonir v.m., og hvussu tað var at ganga alla Havnina runt at gjalda rokningar í staðin fyri at flyta við heimabanka, spyrja tey hvørji øld eg eri frá, tók hon skemtiliga til á samkomuni í Mentamálaráðnum. Teldan Svanhild Sum lønarfulltrúi hevur Svanhild sitið í eini lyklastøðu. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður helt fyri, at eingin ivi er um, at nøvnini á fleiri túsund føroyskum lærarum, føðingardøgum, p-tølum og tímum til hettar og hattar, munnu rúmast í høvdinum á Svanhild. Kortini sæst tað ikki á skinninum, tá ið hon kemur trippandi niðan eftir Hoyvíksvegnum um morgnarnar, at her kemur telda skúlans og at hon hevur gingið her í fimti ár, segði landsstýrismaðurin. Og legði skemtandi afturat. Í hesum menningartíðum, tá ið alt skal mennast, vil eg mæla til, at næstu ferð, ið skúlin fer undir at menna eitt telduforrit, sum skal tæna føroyska skúlaverkinum, skal tað stutt og greitt kallast Svanhild. Hetta ljóðar kanska í oyrunum á summum, sum at ein nýggj ódn er á veg. Men eg havi eisini onkursvegna varhugan av, at tað er hetta, vit hava brúk fyri, nú Svanhild hevur boðað frá, at hon fer at gevast í starvi sínum í skúlans tænastu. Svanhild Joensen er úr Svínoy, men hevur búð meginpartin av lívinum í Havn. Hon er gift við Ragnar C. Joensen. Svanhild hevur avgjørt, at leggja frá sær á nýggjárinum, nú hon nærkast 67 árum. Starvsmannafelagið ynskir henni til lukku við 50 ára starvsdegnum og góða eydnu sum komandi eftirlønarfólk. Fyrilestur um fólkaræði og innlit Umleið 100 fólk leitaðu sær til fyrilestrar- og kjaktiltakið, sum fakfeløg og ungmannafeløg skipaðu fyri í hølum Starvsmannaelagsis mánakvøldið 2. september. Hallbera West, stjórnmálafrøðingur helt fyrilestur um fólkræði í breiðari merking. Hon vísir millum annað á vandan við at sakkunnleikin í fyrisitingini ikki verður tikin við í avgerðirnar. Hon helt, at politiska stýringin í Føroyum er alt ov nógv merk av eini patriarkalskari mentan, har tað verður lurtað meira eftir fólki, ið hava makt enn serfrøðingum við fakligum innliti. Frágreiðingin um 80'ini staðfesti, at eitt veikt embætisverk og vantandi serfrøði vóru millum orsøkirnar til vanstýringina. Hallbera West harmaðist um, at almenna fyrisitingin ikki hevur livað upp til tilmælini í frágreiðingini um 80'ini. Hon helt at ein grundleggjandi hugburðsbroyting til fólkaræði má til í fyrisitingini um vit skulu fáa upplýstar avgerðir. Og at hetta má byrja við eini almennari hugburðsbroyting, sum byrjar við uppalingini av okkara egnu børnum. Alment innlit Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði helt fyrilestur um alment innlit og um týdningin av, at almenningurin fær innlit í grundalagið, tá ið landsins myndugleikar taka avgerðir. Hann greiddi frá reglunum um alment innlit og segði, at alment innlit eru grundleggjandi fólkaræðilig rættindi. Innlit er fyrndargomul grundregla, og vanlig treyt fyri at reglur og lógir hava gildi er at tey eru almannakunngjørd. Kári á Rógvi setti spurnartekn við um Innlendismálaráðið hevði heimild at nokta almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og danska pensjónsfelagið. Hann eftirlýsti størri trúskap í fyrisitingini. Mótvegis opinleika og gjøgnumskygni og segði seg vóna, at umbøninar um innlit verða royndar hjá løgtingsins um boðsmanni. Kári á Rógvi helt eisini, at løgtingsfólk áttu ikki latið seg binda niður av tagnarskyldu. Hann ráddi tingfólkunum til at taka av tilboðnum um at lesa sáttmálan, men síðani at endurgeva innihaldið av tingsins røðarapalli. Við hesum sipaði hann til, at tingfólk hava víðkað talufrælsi og kunnu ikki rættarsøkjast fyri tað, tey siga á tingsins røðarapalli, uttan við tingsins samtykki. Fyrilestrar- og kjakkvøldið varð hildið í samband við málið um Eysturoyartunnilin, har fakfeløg og politisk ungmannafeløg hava ávarað ímóti at fólkaræðiligar grundreglur eru settar til viks og faklig tilmæli eru tagd burtur ella lítisgjørd. Skal starvsmannafelagið vera politiskt virkið? Ja, tað er mín heilt greiða sannføring. Ein rættiliga stórur partur av teimum avgerðum, ið tiknar verða, eru politiskt relateraðar, so ella so. Ein vanlig og avgerandi uppgáva hjá felagnum er at gera viðmerkingar til lógaruppskot, sum skulu leggjast fyri løgtingið. Tingnevndirnar, ið viðgera málini fyri og millum tingviðgerðirnar, senda teimum, ið nevndirnar meta hava servitan ella áhugamál á økinum, málið til hoyringar og sleppur felagið at geva eitt skrivligt svar. Tá svarskrivini eru komin inn, verða tey viðgjørd í nevndini. Eftir tað kunnu feløgini verða innkallað til munliga hoyring, har tey kunnu greiða nærri frá, hvat hugsað verður um í skrivliga svarinum. Starvsmannafelagið ger eisini viðmerkingar til mál av sínum eintingum, so sum til fíggjarlógina, løgmansrøðuna og onnur løgtingsmál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis raka limir felagsins. Millum annað samanleggingar av stovnum. Av nýggjastu málunum kunnu nevnast flatskattaskipanin, sum vit meta rakar skeivt við tað at lág- og miðallønirnar lítið ella einki fáa burturúr. Skattingin av eftirlønini við inngjald, heldur enn við útgjald, hevur fingið drúgva viðgerð í felagnum. Eitt er, at skattapengarnir koma at resta í hjá landshúsarhaldinum í framtíðini, annað er, at skatturin av hesum hart uppspardu krónunum er hækkaður 5 prosentstig, úr 35 til 40%. Sum um láglønarinntøkurnar ikki hava verið úti fyri nóg stórum vanbýti, tá umræður skattalættan, sum gevur teimum við høgu inntøkunum bróðurpartin av skattalættanum. Teimum sum hava møguleikan at spara upp sjálvi til sína eftirløn. Í viðtøkum felagsins stendur, at Starvsmannafelagið er ikki partapolitiskt, og tað halda vit okkum til. Tað forðar okkum tó ikki í at hava eitt óformligt samstarv við politisku flokkarnar. Og tað hava vit eisini í ávísan mun. Ikki óvæntað, er tað so at siga bara samband við flokkarnar vinstru megin miðjuna, sum er heilt náttúrligt, tí søguliga sæð er fakfelagsrørslan sprottin úr politisku hugsjónunum á vinstraveinginum. Tó skal eingin ivi verða í, at Starvsmannafelagið altíð kemur at viðgera og viðmerkja politisk mál, óansæð hvør situr við valdið. Tað er av alstórum týdningi, at fakfelagsrørslan stendur saman. Tí er tað at frøast um, at tey tiltøkini, ið hava verið seinastu tvey árini, hava fingið so góða og breiða undirtøku millum feløgini. Stór og smá, almenn og privat og há- og láglønarfeløg hava staðið lið um lið og varpa sama boðskap til politiska mynduleikan. Eg ivist onga løtu í, at hetta hevur gjørt mun og hevur fingið tey fólkavaldu at lurta. Um ikki eftir øllum, ið sagt er, so eftir onkrum av tí. Samanumtikið eigur og skal Starvsmannafelagið eftir mínum tykki vera politiskt virkið í málum, har felagið metir, at politiska valdið kemur inn á mál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava ávirkan á limir felagsins. Starvsmannafelagið á fólkafundinum 2013 Starvsmannafelagið var millum teir umleið 30 felagsskapirnar, sum tóku lut á Fólkafundinum, sum var í Klaksvík fríggjadagin 20. og leygardagin 21. september. Fólkafundur Felagið hevði bás í KÍ-høllini, har kunnað varð um virksemið í felagnum. Meiri enn 1500 fólk vitjaðu Fólkafundin og av teimum vóru fleiri sum stukku inn á gólvið á básinum hjá Starvsmannafelagnum, og vóru tildømis fleiri skúlaungdómar framvið fríggjadagin. Á básinum lógu faldarar frammi og ein framløga var á telduskíggja, har virksemið í stuttum varð lýst. Fólk frá umsitingini og nevndarlimir vóru á staðnum, sum kundu svara spurningum frá teimum, ið komu framvið. Umframt at fáa eitt prát høvdu tey vitjandi eisini høvi, at vera við í eini spurnarkapping, har tey sluppu at gita nøvnini á nevndarlimum í Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið skipaði eisini fyri pallborðsfundi, har evnið varð politikkur og fakfeløg. Fyri Starvsmannafelagið er fólkafundurin eitt kærkomið høvi at varpa ljós á felagið og týdningin av fakfelagsvirksemi. Fólkafundurin í ár varð hildin undir einari og somu lon, í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum eru sambygdar. Hetta var ein fyrimunur sammett við fólkafundin í Hoyvík í fjør, har virkisøkið ikki varð so miðsavnað sum í Klaksvík. Fólkafundurin er ein politiskur og demokratiskur festivalur. Slíkir festivalar vera eisini hildnir í fýra av okkara grannalondum. Svøríki, Norra, Finnlandi og Danmark. Endamálið er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað til tveir gevandi dagar, og harvið minka um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum. Fakfeløg. Nei til partapolitiskt parlag Kjakfundur. Fakfeløg eiga ikki at stuðla ávísum politiskum flokkum. Heldur eiga tey at søkja sær stuðul tvørturum floksmørk fyri at tryggja sær ávirkan. Hetta vóru leiðararnir í seks fakfeløgum meira ella minni samdir um á kjakfundi í Klaksvík 21. september. Politisku flokkarnir í Føroyum skulu ikki rokna við stuðli frá fakfeløgunum í bræði. Vandi er fyri at limir fara at rýma úr fakfeløgunum, um feløgini velja at binda seg formliga til ávísar politiskar flokkar, fíggjarliga ella moralskt, upp undir eitt val. Tí kunnu feløgini koma at missa meira enn tey vinna. Hetta var høvuðsniðurstøðan, tá ið leiðararnir í seks feløgum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum kjakaðust um sambandið millum politikk og fakfeløg á Fólkafundinum um fólkaræði, sum var í Klaksvík í september. Feløgini, sum vóru umboðað, vóru Føroya Arbeiðarafelag, Skipara- og Navigatørfelagið, Starvsmannafelagið, Heilsurøktarafelagið, Pedagogfelagið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Mótmæltu mannagongdunum Starvsmannafelagið skipaði fyri kjakinum, eftir at limir í fleiri fakfeløgum høvdu sýnt sína ónøgd við, at feløgini skipaðu fyri stórum mótmælistiltaki á Vaglinum fyrr í heyst. Kritikkurin hevur ljóðað, at hetta var at fara út um tað mandat, sum limirnir hava givið feløgunum. Øll feløgini, uttan eitt, hildu tó fast við, at tað var rætt av fakfeløgunum at skipa fyri mótmælunum. Dentur varð lagdur á, at talan var um, at tey átalaðu, at grundleggjandi mannagongdir í samfelagnum vóru skúgvaðar til viks. Og at hetta mál ikki var partapolitiskt á nakran hátt. Skipara- og Navigatørfelag helt kortini, at feløgini fóru út um sítt endamál sum fakfeløg, tá ið tey skipaðu fyri mótmælistiltakinum. Formaðurin í felagnum Eyðstein Djurhuus helt, at feløgini fóru farin at fattast við politikk fyri at káva út yvir, at tey ikki megnaðu at loysa sínar kjarnuuppgávur, sum til dømis sáttmálasamráðingar, og kallaði hann hetta eina býtta gerð. Hesum vístu hini feløgini staðiliga aftur. Tey mettu, at tað er ein misskiljing, at mótmælistiltakið á Vaglinum var eitt eitt politiskt tiltak, sum varð vent móti tunlinum sum so. Tað snúði seg um at verja fakligheitina hjá embætisfólkunum og fólkaræðisligar mannagongdir í politiska arbeiðinum. Spurningurin um hvørt tunlar skulu byggjast ella ikki, ella um hesir skulu vera privatir ella almennir, er hinvegin ikki eitt mál fyri fakfeløgini, vístu fleiri av feløgunum á. Einki parlag Kjakfundurin byrjaði við at Ingolf Olsen, virkandi formaður í Miðlafelagum, greiddi frá sambandinum millum fakfeløg og politikk í søgu og samtíð. Í kjakinum, sum kom aftaná, vóru fakfelagsleiðararnir samdir um, at skulu fakfeløgini røkka sínum málum, mugu tey royna at ávirka politiskar flokkar og politisku skipanina. Kortini var eingin teirra hugaður at ganga somu leið sum eitt nú LO í Noreg og stóra meginfelagið 3F í Danmark, sum beinleiðis hava stuðlað politiskum flokkum upp undir val. Hóast summi av feløgunum vístu á, at tey søguliga og í endamálsorðingum liggja næst flokkunum á vinstravonginum, so var tað kortini eingin av fakfelagsleiðarunum, sum var sinnaður at ganga í skrásett parlag við nakran politiskan flokk. Fleiri av feløgunum vístu tó á, at eitt ávíst samstarv við politisku flokkarnar er neyðugt, um kjarnumál skulu fáast ígjøgnum. Men her kann tað vera neyðugt at søkja sína ávirkan gjøgnum flokkar í øllum tí politiska spektrinum, heldur enn at leggja seg uppat ávísum flokkum, varð sagt. Fakfelagsstuðul til politiskar flokkar Í hinum norðurlondunum hevur verið, og er partvíst enn, siðvenja, at fakfeløg stuðla vinstravonginum fíggjarliga, eins og vinnulívið stuðlar høgravonginum. Um avleiðingar, fyrimunir og vansar fyri hvønn av hesum røddi Ingolf Olsen, journalistur, á Fólkafundinum í Klaksvík, fyri síðani at umrøða støðuna í Føroyum, sum hevur verið og er øðrvísi. Ingolf vísti á, at søguliga sæð hava politiskir flokkar og fakfeløg altíð verið tætt tengd hvør at øðrum. Politiskir flokkar eru sprotnir úr fakfelagsrørsluni og øvugt. Báðir partar hava virkað fyri somu søk, og tí hevur ikki hildið at vera annað enn natúrligt, at fakfeløgini, við sínum mongu limum og harvið fíggjarligari orku, hava latið flokkunum, sum hesi hava hildið seg til, fíggjarligan stuðul. Sum eitt úrslit av rákinum og fólksliga kravinum um gjøgnumskygni og opinleika hesi seinastu árini, hevur almikið ljós verið varpað á hvaðani politisku flokkarnir fáa sínar pengar. Serliga hevur áhugin verið vendir móti fakfeløgunum. Við hesum broyttist hugburðurin hjá mongum fakfeløgum, sum óttaðust at tað fór at leka úr teimum siðbundnu fakfeløgunum og yvir í tey tvørpolitisku ella ópolitisku, og fleiri teirra góvust við at lata vinstravonginum fíggjarligan stuðul. Ingolf vísti á, at í Danmark førdi hetta við sær, at borgarligu flokkarnir, sum vinnulivið stuðlar fíggjarliga, gjørdist munandi betri fyri til dømis til at reka valstríð. Borgarligu sponsorarnir kunnu loyva sær at gera næstan alt sum teir vilja, meðan fakfeløgini mugu halda seg aftur av ótta fyri at missa limir, segði Ingolf. Ymiskar áskoðanir Tað eru, sum vera man, ógvuliga ymiskar áskoðanir, bæði í fakfelagsrørsluni og millum vinnulívsfólk, um stuðul til politiskar flokkar. Tað verið seg fíggjarligur ella bert moralskur stuðul. Ymiskar meiningar eru eisini um, hví stuðul skal latast ella ikki, og hvørjar avleiðingarnar kunnu verða av hvørja leið man velur. Ingolf vísti á nakrar teirra. millum annað á sjónarmiðið hjá formanninum hjá danska Fødevareforbundet NNF, sum heldur tað hava týdning, at fakfeløgini vinstrumegin og vinnulívið høgrumegin stuðlað politiskum flokkum fíggjarliga, tí tað gevur javnvág í stuðlinum. Og við stuðlinum fylgir eitt trýst, sum stavar frá vandanum fyri at missa stuðulin aftur. Hesin sami fakfelagsformaður sigur, at stuðulin noyðir flokkarnar at hava ein sjónligan og nøkulunda greiðan vinnu- og arbeiðsmarknaðarpolitikk, og rætta inn sum frægast fyri ikki at missa stuðulin. Tað er vandin fyri at missa stuðulin, ið fremur verkið, vil hann vera við. Í sambandi við stórtingsvalið í Noregi herfyri varð eisini dúgliga kjakast um spurningin um fíggjarligan stuðul til flokkar. millum annað orsaka av einum millióna stuðli frá norskum ríkmanni til Høgraflokkin. Ætlan hansara var eisini at stuðla framyvir, men hann slepti tankanum orsaka av, at hann kendi seg undir trýsti frá formanninum í Arbeiðaraflokkinum. Tað fekk so eisini norska LO at umhugsa teirra støðu til fíggjarligan stuðul. Ein av oddamonnunum í einum limafelag hjá LO talaði harðliga at stuðlinum, sum LO letur, og helt hetta vera ein óskikk, sum tíðin er farin frá og sum tí skal avtakast. Høvuðsorsøkina segði hann vera, at verri enn so allir LO limir atkvøða í vinstra borð, og at fleiri kenna seg provokeraði av at rinda limagjald, sum millum annað verður brúkt at stuðla einum ávísum flokki. Kann mutra Eftir at ovurstórar peningagávur vórðu avdúkaðar í sambandi við norska valstríðið, er onkur farin so langt sum at skjóta upp, at privat sponsorering, vinnulig sum fakfelagslig, fullkomiliga skal bannast. Hetta kom serliga fram, tá tað frættist, at eitt orkufelag hevði stuðlað einum ávísum flokki við stórari peningaupphædd, tí hesin stuðul kundi fatast sum ein roynd at mutrað hendan flokk, sum tá umsat orkumál í stjórnini. Almenni stuðulin til politisku flokkarnar í Noregi er tó munandi størri enn hin vinnuliga og privati. Í fleiri førum dupult so stórur, og tað hevur fingið, bæði politikarar og leikfólk, at finnast at tí, eftir teirra tykki, alt ov stóra stuðlinum. Øðrvísi í Føroyum Eftir at Ingolf hevði greitt frá hesum viðurskiftunum uttanfyri okkara landoddar, vendi hann til heimligu viðurskiftini. So vítt eg veit, hava føroysku fakfeløgini ikki veitt stuðul til politiskar flokkar. Í øllum førum ikki skipað. Men kortini hava sterkar bindingar verið og eru tað enn millum fakfeløg og politiskar flokkar, tó at hesar bindingar ofta ikki kunnu samanberast við tær í hinum Norðurlondunum. Oftast hava tær verið óformligar. Næstan alla ta tíðina Tjóðveldisflokkurin hevur verið til, hevur hann verið roknaður sum ein fiskimannaflokkur. Og tað er ikki endiliga tí, at stevna floksins ella annað beinleiðis tala fyri, at hann skal hava tann leiklutin fram um eitt nú Javnaðarflokkin. Helst er tað tí, at Erlendur Patursson, ein av stovnarum floksins, var formaður í Føroya Fiskimannafelag í eitt langt áramál, har hann eisini var annaðhvørt tinglimur ella landsstýrislimur. Her skapti tann tilvildarliga støðan, at sami persónur myndaði eitt fakfelag og ein ávísan flokk, eina máttmikla synergieffekt, ið fyrst og fremst gagnaði flokkinum. Talan var ikki um fíggjarligan stuðul frá Fiskimannafelagnum til Tjóðveldisflokkin, men Erlendur var so mikið avhildin sum formaður í fakfelagnum, at ein stórur partur av tess limum eisini stuðlaðu honum politiskt. Hetta tilknýti vardi til fyri heilt fáum árum síðani, tá Tjóðveldisflokkurin, eftir at hava skift navn til Tjóðveldi, gjørdi seg til talsmann fyri ein nýggjan, onkur vil kanska siga kollveltandi, fiskivinnupolitikk. Hesin nýggi politikkurin er ikki vorðin adopteraður av limunum í Fiskimannafelagnum. Kortini vil eg halda, at nógvir fiskimenn enn velja flokkin, tó langt frá í sama stóra lutfalli sum fyrr. Verkamannafylkingin Eitt annað dømi um eina, skulu vit kalla tað immateriella, binding millum ein flokk og fakfeløg er Verkamannfylkingin, sum í 1994 varð stovnað av millum annað táverandi formanninum í Føroya Fiskimannafelag, Óla Jacobsen, og táverandi forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther. Á valinum í 1994 blivu bæði vald á ting , men hann fór seinni í landsstýrið. Bæði høvdu tey annars meira og minni alment bekent seg til Javnaðarflokkin, áðrenn nýggi flokkurin varð stovnaður í ringastu krepputíð nakrantíð í Føroyum. Óli Jacobsen segði í samrøðu við Rás 2, tá hann fyri stutt síðani fylti 70, at hann tá, fyri skjótt 20 árum síðani, kendi tað sum Javnaðarflokkinum ikki gav sær far um hann og hann tí var fyri vanbýti. Tí vendi hann honum bakið. Hann tók farloyvi frá formanssessinum í Fiskimannafelagnum, meðan hann sat í landsstýrinum, men Ingeborg Vinther helt fram sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, meðan hon røkti tingsessin, hetta eina valskeiðið Verkamannafylkingin var umboðað á tingi. Hóast split kom í Verkamannafylkingina, millum annað tí at Óli Jacobsen fór í landsstýrið, so heldur hann seg hava fingið nakrar týdningarmiklar fakfelagsligar sigrar burtur úr hesum landspolitiska eksperimentinum hjá fakfelagsrørsluni: Nevniliga sjómannafrádráttin, MVG frí sjóklæði og arbeiðsloysisskipanina. Óli Jacobsen sigur seg ongantíð hava gjørt móti síni samvitsku. Eg skilji tað soleiðis, at hann meinar sína fakfelagsligu samvitsku í sínum landspolitiska virki. Ingeborg Vinther hevði hinvegin ilt vit at sameina sína persónligu og sína fakfelagsligu samvitsku við tingarbeiðið. Hon hevði vent Javnaðarflokkin um bakið, tá hann eftir kanónvalið í 1990, har flokkurin fekk tíggju tinglimir og tvífaldaði tingmannatalið, fór í samgongu við Fólkaflokkin og framdi fleiri skerjingar, ið avgjørt ikki hóvaðu forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag. Millum annað tók henda samgongan prístalsviðbótina av. Hon varð tó ongantíð nøgd við kósina hjá Verkamannafylkingini, eftir at hon hevði vunnið ein tingsess fyri henda flokkin, og hon stillaði ikki upp aftur. Tí gjørdi eg eisini skjótt av, at landspolitikkur ikki var nakað, eg skuldi halda fram í. Eg haldi, at hetta úttalilsið greitt prógvar, at tað ber illa til at ganga á odda í einum fakfelag, har krøv og væntanir hjá limunum eru nøkulunda homogen, og samstundis luttaka í stjórnandi landspolitikki við tí sum tað inniber av neyðsemjum og rossahandlum. Eg giti, at Óli Jacobsen var heppin, at hann slapp undan at koma í somu persónligu konflikt sum Ingeborg, og hevði hann hildið áfram at vera í landspolitikki og fakfelagspolitikki samstundis, hevði hann uttan iva rent seg í slíkar konfliktir fyrr ella seinni. Hesi dømini úr føroyskum politikki vísa, at immateriellur politiskur stuðul ella mótstøða kunnu hava minst eins stóra megi, um ikki størri, enn massivur fíggjarligur stuðul. Tó er ikki rætt at gera ta samanberingina, tí fíggjarligi stuðulin skal brúkast til praktiskt valstríð. Tað kann sjálvsagt hava stóran týdning fyri at fáa eitt gott valúrslit, at tann parturin riggar væl. Her hugsi eg um lýsingarherferðir, plakatir og annað, sum kostar. Balansugongd Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at tað er ein balansugongd, tá eitt fakfelag skal taka støðu til um og hvussu tað skal stuðla politiskum flokkum. Fremsti vandin er, at limir melda seg út, tí teimum ikki dámar flokkarnar, ið fakfelagið stuðlar. Hesin vandin er heldur minni í Føroyum enn eitt nú í Danmark, tí her eru ongi alternativ, gul feløg at flýggja í. Eisini eigur at avvigast, í hvønn mun politiski mótpolurin, teir borgarligu flokkarnir, verða stuðlaðir. Her haldi eg sjálvur, at vit bara við at hyggja at valstríðnum seinasta val sóu, at ávísir borgarligir flokkar høvdu meira pening at arbeiða við, enn flokkarnir á vinstraveinginum. Ivasamt er tó, um borgarligu flokkarnir fingu beinleiðis peningastuðul, ella onkur bara rindaði stórar rokningar fyri ávís valevni, segði Ingolf Olsen og gjørdi greitt, at fíggjarligur stuðul, og harvið møguleikin fyri at hótta við at taka hann aftur, gevur politiskt vald. Spurningurin er bara, hvat tað kostar í mistum limum. Bjarta vann ferðaseðilin 23 ára gamla Bjarta Hansen úr Klaksvík vann spurnarkappingina, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri á Fólkafundinum í Klaksvík í september. Starvsmannafelagið hevði bás á fólkafundinum. Á básinum fingu tey vitjandi útflýggjað ein lepa við fimm nøvnum á, har tey vórðu biðin um at krossa nøvnini á teimum, sum tey hildu vera nevndarlimir í Starvsmannafelagnum. Bjarta var millum teirra sum gittu rætt, nevniliga at Karin Jacobsen og Niels á Reynatúgvu eru millum teirra, sum sita í nevndini í Starvsmannafelagnum. Vinningurin er eitt gávubræv, sum er ein ferðaseðil frá Atlantic Airways, og tað fegnast Bjarta um. Hon lesur til námsfrøðing á Fróðskaparsetrinum og kemur vinningurin ógvuliga væl við hjá tí unga studentinum. Tá sonurin sigur Eg meini tað, so meinar hann tað. Tá vil hann hava meg at taka seg í álvara. Tá eg sjálvur sigi Eg meini tað, so er tað sjáldan, tí eg meini nakað. Oftast hevur setningurin allar møguligar aðrar týdningar. Tað kann verða, tí ein samrøða er steðgað upp, so er tað eitt slag av punktum. Eg meini tað. Tað kann vera, tí onkur sigur eina løgna ella sjáldsama søgu, sum mestur er skrøgg. Tá ber eisini til at siga Eg meini tað. Kári p skrivaði í 1974 sangin Mitt í eini meining. Eitt petti í sanginum er Ein meiningsleysur maður, mitt í eini meining, hvat meinar hann. Einki skal vera meiningsleyst. Meining skal vera við øllum, og vit skulu gera okkum meiningar um stórt og smátt. Sjálvt óskiljandi vanlukkur verða forkláraðar við orðunum Har má onkur hægri meining vera við tí. Til tey neyðardýrini, sum bara søgdu Eg meini tað, men ikki høvdu nakra meining, gjørdi eg mitt í 90'unum eina heimasíðu. Tey, sum vóru meiningsleys ella meiningstóm, kundu á heimasíðuni bíleggja meiningar um alt og øll. So beyð eg meg fram at smíða eina meining. Yvirskriftin á heimasíðuni var Eg meini tað, sum nokk mest skuldi skilja, sum Hetta meini eg. Manglaði onkur eina meining, so var bara at skriva inn og eg skuldi levera eina meining innan 24 tímar. Upprunaliga var tankin, at gera ein sjálvvirkandi telefonsvarara, har man kundi ringja fyri at fáa eina meining: Trýst á eitt fyri at fáa eina meining um føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum. Trýst tvey fyri meining um fruktsmakk í tyggigummi. Trýst trý fyri meining um fíggjarlógaruppskotið. Trýst fýra fyri meining um smør ella Kærgården. Trýst fimm fyri meining um mótan hjá kvinnuligum golfspælarum. Ja, eg ætlaði mær at kunna bjóða meiningar um alt. Hetta skuldi vera ein kærkomin hjálp til tey, sum einki meintu ella ikki vistu, hvat tey skuldu meina. Nú, so nógv ár aftan á bjóði, eg eina meining fram um tey, sum partú skulu hava eina meining um alt. Tøknin hevur ment seg so mikið nógv, at vit øll kunnu skriva okkara meining um alt niðri undir flestu greinum, sum vit síggja á tíðindaportalum. Og ikki minst á Facebook kunnu vit øll beinanvegin meina okkurt. Og nógv gera tað. Eyðkenni fyri hesar meiningar er, at tær sjáldan byggja á vælgrundaða vitan, men oftast á tað, sum stakk seg upp í tí løtuni tankin varð føddur og meðan fingrarnir klórast á knappaborðinum. Sjálvur havi eg ofta meiningar um alt ov nógv. Og sum hjá so nógvum øðrum eru heldur ikki mínar meiningar altíð bygdar á vælgrundaða vitan. Verri enn so, men tankin um onga meining at hava er verri.Og júst hetta havi eg nú avgjørt, at eg skal hava eina meining um. Ofta er tað lættast bara at meina tað sama sum hini. Ein, sum eg arbeiddi saman við og hevði gingið í donskum skúla, orkaði ikki rættiliga, at lærarin altíð vildi hava tey at siga, hvat tey meintu um alt millum himmal og jørð. Fyri tað fyrsta hevði hann kanska ikki meiningar um alt, sum lærarin spurdi um, og í øðrum lagi, var danska málið heldur ikki komið heilt upp á pláss. Tá flokkurin sat saman og lærarar spurdi ein og ein, hvat tey meintu um eitthvørt, so hevði hann funnið sína egnu loysn. Á tann hátt slapp hann so deiliga lætt. Slapp undan at gera sær sína egnu meining um okkurt, sum hann kanska ikki meinti nakað um og slapp undan at skula skula siga ov nógv donsk orð. Nú hava fingrarnir klórast í knappaborðinum eina løtu. Haldi eg eri komin til, at ætlanin er at vera kargari við meiningum um eitt og alt. Eg fari at vera minni avgjørdur. Eg fari at royna at hugsa áðrenn eg meini nakað. So tá eg í áðni boðaði frá, at her fór at koma eina meining um tey, sum altíð eru so skjót við eini meining, so taki eg tey orðini í meg aftur. Eg fari ongan meining at hava. Eg fari bara aftur til orðini hjá Kára P. Ein meiningsleysur maður mitt í eini meining, hvat meinar hann? Mótmælistiltak á Vaglinum Leygardagin 31. august skipaðu 28 fakfeløg saman við ungmannafeløgum fyri stórum mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn. Tey, sum hildu røðu vóru Bjørn á Heygum, adoktatur, Elin Michelsen, kunningarráðgevi, Jonhard Mikkelsen, lærari og bókaútgevari, Regin Winther Poulsen, formaður í Unga Tjóðveldi, Siri Steenberg, løgtingskvinna og Leivur Persson, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum. Tað var handfaringin hjá landsstýrisamgonguni av málinum um Skálafjarðatunnilin, sum var beinleiðis orsøkin til at feløgini tóku stig til mótmælistiltakið. Feløgini boðaðu undan fundinum frá, at tað sum hendi á politiska pallinum var ørkymlandi og at fólkaræði stóð fyri falli. Gjørt varð vart við, at fakkunnleikin verður ikki virdur, og týdningarmikil mál verða ikki viðgjørd við tí álvara, sum tey hava uppiborið, men í stóran mun tagd burtur. Lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki, og stovnar verða niðurlagdir uttan at hugsað verður um avleiðingarnar. Vinnuni tørvar støðufesti, so hon kann arbeiða strategiskt skilabest, men við skiftandi politiskum signalum og lógarbroytingum eru eisini fortreytirnar hjá henni ótolandi, gjørdu feløgini vart við. Tað var fyri at varpa ljós á millum annað hesar stóru og týðandi spurningar, at feløgini skipaðu fyri mótmælistiltakinum á Vaglinum, sum var partapolitiskt óheft. Undurtøkan fyri tiltakinum varð góð, og eftir tiltakið hava fakfeløgini skipa fyri ymiskum almennum tiltøkum, har fólkaræði hevur verið viðgjørt. Gudmundur kappast við heimsins bestu Hoyvíkingurin Guðmundur Joensen er júst heimkomin úr Las Vegas, har hann hevur kappast við heimsins bestu ítróttarfólk í hálvari ironman, sum er ein grein í Triatlon ítróttini. Guðmundur gjørdist nr. 18 av tilsamans umleið 200 luttakarum. Hetta úrslit segði hann seg ikki vera heilt nøgdan við, og tað sigur ikki so lítið um hvat hann strembar eftir sum ítróttarmaður. triatlon ítróttin er sett saman av trimum ítróttargreinum. Svimjing, súkkling og renning. Tá talan er um hálvar teinar, sum heimsmeistarakappingin í Las Vegas snúði seg um, varð svomið 1,9 km., súkkla 90 km. og runnið 21,1 km. Samanlagt tekur hetta umleið 41 tímar, so lítið er at ivast í, at tað krevst nakað av teimum sum her luttaka. Guðmundur greiðir frá, at tað var meira ella minni av tilvild, at hann valdi júst triatlon at royna seg í, men ítróttur hevur altíð havt hansara stóra áhuga, og ikki minst at svimja. Og svomið hevur hann síðani hann var smádrongur. Tað tóktist at liggja rættiliga væl fyri hjá mær at svimja. Hóast eg ikki altíð var hin ídnasti at venja, setti eg mær fyri at royna at gera vart við meg í onkrari ítróttargrein. At tað júst gjørdist triatlon hevði sjálvandi eisini nakað við svimjingina at gera, men serliga var tað Evald Rasmussen, sum var flokslærari mín fyrstu sjey skúlaárini, sum eggjaði meg at royna triatlon, har hann sjálvur var virkin. Sjálvur var eg eitt sindur í iva, men tá hann ringdi til mín undan oyggjaleikunum í 2003, og bað meg koma til úttøkukapping til oyggjaleikalandsliðið í triatlon, tók eg av, hóast eg ikki var í serligari góðari venjing. Eg kom kortini á landsliðið og luttók sostatt á leikunum, sum tað árið vóru á Guernsey, greiðir Guðmundur frá. Áhugin fyri triatlon ítottini var nú kveiktur. Guðmundur luttók aftur á Oyggjaleikunum á Rhodos í 2007. Á oyggjaleikunum í 2011 á Isle of Wight var hann eisini við, men tá luttók hann saman við súkklulandsliðinum, tí tað árið varð ikki kappast í triatlon. Hann hevur síðani luttikið í ymiskum kappingum, og nú oyggjaleikirnir vóru á Bermuda fyrr í ár, var hann eisini við og gjørdist nr. 2. Og nú er hann so júst heimaftur komin úr Las Vegas, har hann gjørdist nr. 18 av tilsamans umleið 200 luttakarum í heimsmeistarakappingini í hálvum Ironman. Skalt tú gera teg galdandi í triatlon er ikki nóð mikið at vera góður í einari einstakari ítróttargrein. Nei, tú kann ikki vinna hóast tú stendur teg væl í eitt nú svimjing, men tú kann tapa, um tú er vánaligur svimjari, sigur Guðmundur, sum er ósamdur við teimum sum halda, at tað krevst stórt talent fyri at gera seg galdandi í triatlon. Nei tað hevur als einki við talent at gera. Tað snýr seg um hart arbeiði við nógvum venjingartímum og so skal tú eisini orka at halda á, tí tílíkar kappingar eru rættiliga drúgvar. Brennir tú fyri ítróttini, so gongur tað nokk, sigur Guðmundur sum ásannar, at motivatión og sjálvdisiplin eru neyðug. Fá eru tey ið íðka triatlon, og tí kann mangan tykjast einsligt at venja, serliga tá ræður um at súkkla og renna. Í sambandi við svimjingina er hann tó saman við fleiri, tí hann venur eisini saman við Havnar Svimjifelag. At vera við í ítrótti á høgum støðu tekur stóran part av frítíðini, og mangur man hava ivast í hvussu tað hóskar saman við einum familjulívi. Sjálvur hevur 30 ára gamli Guðmundur konu og trý børn, men í bestu sátt og semju hevur hann kortini umstøður at røkja síni ítróttaráhugamál, men tá tað er sagt, so verður ikki tíð til annað. Hjá honum snýr tað seg um familjuna, arbeiðið og ítróttina. Tó so. Okkurt annað frítíðarítriv hevur hann eisini. Guðmundur hevur ein abba, ið er ættaður úr Mykinesi, og har hevur Guðmundur ofta vitjað frá barnsbeini av, so fuglaveiðu er hann meinkunnugur við. Tíðin røkkur bara ikki til alt, men fuglaveiðan dregur, og ikki kann eg halda meg aftur at skimast eftir onkrum náta tá eg fari á súkkluni runt Kaldbaksfjørð, ásannar Guðmundur. Nýggja eftirlønarlógin er ein avbjóðing Nú eru jólini aftur í hondum. Regnið díkir á rútin og tað er illsligt. Enn er ikki serliga jólaligt, her eg siti við gluggan. Og tó, fjálgu kerturnar geva ein fløva og jólaprýðini frøa sinnið. Fagurt skrýddu býir og bygdir okkara bera boð um at hátíðin stóra er í nánd og geva eina serliga kenslu hesa ársins tíð. Á nýggjárinum er ætlan samgongunnar at nýggj eftirlønarlóg verður sett í gildi. Hetta hendir tvey ár eftir at okkara eftirlønarskipan varð kollrend og forskatting av eftirlønini sett í verk. Vit gloyma ikki gerðina. Vit vita, hvør avbjóðingin er viðvíkjandi fólkasamansetingini, og hvørjar avleiðingar undanskattingin fær fyri framtíðina. Peningurin verður givin í flatskattalætta, og er ein hóttan móti tí, vit ynskja at kalla vælferðarsamfelag. Hesin skeivt fíggjaði og órættvísi skattalætti avlagar fíggingina av okkara eldru árum, tí vit í dag brúka tann pening, ið skuldi verið partur av skattagrundarlagnum í komandi árum. Her má broyting henda. Fyri góðum tveimum árum síðani var eisini ein avtala um eina eftirlønarlóg nærum komin uppá pláss. Fakfeløg og aðrir felagsskapir høvdu verið við í drúgvu tilgongdini og ein heildarætlan var næstan í pottinum. Og so kollrend. Tað, ið nú ætlandi verður sett í verk á nýggjárinum, er bert ein partur av eini lóg, uppsparingarparturin. Tískil bert ein partur av eini heild. Sjálvsagt skuldi heildin verið kend og allýst, tá lógin varð send til hoyringar og áðrenn hon varð sett í verk. Fakfelagssamstarvið hevur staðiliga átalað, at ein lóg bert er kend í pørtum og at hoyringssvar tí eru skrivað við teirra fortreyt at fleiri faktorar eru ókendir. Í blaðnum, tú hevur í hondunum, verður lýst hvørjar avleiðingar hendan hálvlidna lógin fer at hava á limirnar í Starvsmannafelagnum. Limir felagsins hava allir eina eftir­ lønaruppsparing. Hon er ásett í okkara sáttmála og flestallir limir hava 15% í eftirløn. Tí kemur 1. januar 2014 ikki at hava so stórar broytingar fyri limir felagsins, men kortini kann lógin koma at merkjast hjá summum og gerast ein avbjóðing. Vit hava lagt fitt av peningi av til eftirløn seinnu árini og eru tí heilt væl fyri í sambandi við vanligu lønina. Tó er tað ein avbjóðing, ið liggur fyri framman, at vit enn ikki eiga eftirløn av øllum gjøldum, herundir vaktargjøldum og yvirtíðarlønum. Hetta skulu vit taka upp, tá samráðingar aftur verða á skránni. Vit ynskja, at allir limir eru væl stillaðir. Eisini vilja vit leggja dent á, at fólk, ið á einhvønn hátt fáa veitingar frá Almannaverkinum, sjálvsagt eiga at fáa eftirlønargjald lagt afturat síni inntøku. Sum samfelag mugu og skulu vit altíð stríðast fyri, at ongin dettur niðurímillum og er tað ein felags ábyrgd at tryggja øllum sømulig kor. Á sama hátt halda vit, at eftirlønargjald eigur at verða lagt afturat ALS­gjaldinum og barsilspeninginum. Fólk, sum eru arbeiðsleys ella burtur frá arbeiði vegna barnburð eiga ikki at vera fyri vanbýti. Somuleiðis er tað umráðandi at Samhaldsfasti eisini áhaldandi verður styrktur. Takk fyri árið, ið farið er at halla. Tonja er toymisleiðari fyri børn og ung. Hon sigur, at gott samskifti millum hennara fakligu tilráðingar og politiska myndugleikan hevur stóran týdning í sínum arbeiði. Tonja Ziskason starvast hjá Klaksvíkar kommunu. Hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík og fór eftir skúlaárini í heimbýnum til Danmarkar at nema sær útbúgving sum sosialráðgevi, har hon, í vinarbýnum Odense, tók prógv í 1997. Sum hon sjálv sigur, var hon so heppin at fáa starv beint eftir loknað útbúgving. Eitt hálvtíðarstarv hjá táverandi barnaverndini í Klaksvík. Skipanin við barnaverndini varð umskipað í 2005, og kom tá at eita barnaverndartænastan, eitt heiti, sum ber boð um, at hetta er ein tænasta, heldur enn tað gamla heldur neiliga heitið. Tonja er leiðari fyri barnaverndartænastuna, sum allar Norðoyggjar samstarva um, og sum arbeiðir við børnum, sum liva undir tílíkum viðurskiftum, at tey hava hjálp fyri neyðini. Afturat sær hevur hon fýra starvsfólk. Omanfyri umsitingarliga partin av barnaverndartænastuni er ein politiskt vald nevnd, sum tekur avgerðir við støði í umsitingarligu tilráðingunum. Spennandi skúlaverkætlan Umframt barnaverndartænastuna hevur Tonja eisini onnur málsøki at taka sær av. Eitt hitt størsta er at hava ábyrgdina av kommunupartinum av skúlaøkinum, og her hendir ikki so lítið. Nýggjur skúli skal byggjast fyri skúlan á Ziskatrø, og tað heldur Tonja vera eina bæði stóra og sera spennandi verkætlan. Fyrstu fyrireikingarnar eru gjørdar, og fundir hava verið við lærarar, heilsufrøðingar og onnur, sum virka innan skúlans øki, soleiðis at allir viðkomandi partar verða tiknir við upp á ráð, so úrslitið verður so gott sum gjørligt. Tonja sigur, at hetta økið er púra nýtt hjá sær og tí serliga spennandi. Hon hevur eisini ábyrgdina av heilsusystraskipanini, sum ivaleyst kundi havt betri hølisumstøður, enn tær hava í dag. Nýggi skúlin á Ziskatrø er aftur ein av teimum stóru verkætlanunum hjá Klaksvíkar kommunu stutt eftir, at nýggi skúlin varð bygdur fyri Ósaskúlan og røktarheimið, sum júst er tikið í nýtslu. Tonja sigur seg trívast sera væl í starvinum og við teimum mongu uppgávunum. Tað er mangan strævið, men henni dámar væl avbjóðingar, og tær eru ikki so fáar, millum annað orsakað av teimum bygnaðarbroytingum, sum kommunan setti í verk fyrst í árinum. Við teimum alt fleiri uppgávunum, sum eg havi fingið, kann eg ikki bara arbeiða á sama hátt, sum eg áður havi gjørt. Nú má eg raðfesta í størri mun, tí arbeiðsvikan er framvegis hin sama, 40 tímar. Tað verður ein av mínum størri avbjóðingum, og tað fer nokk at bera til, sigur Tonja. Politisk leiðsla Spurd hvussu tað er at virka í umsitingini hjá einari politiskari leiðslu, letur Tonja væl at. Eg hugsi tað soleiðis, at tað eru politikararnir, sum taka avgerðir, og tær góðtaki eg sjálvandi. Soleiðis eigur tað at vera, men samstundis havi eg mínar meiningar, sum eg fakliga grundgevi fyri, og tað eg haldi meg kunna standa inni fyri. Eg haldi meg duga rímiliga væl at tosa fyri mínum. Fyri meg hevur tað alt at siga, at míni tilmæli eru væl og virðiliga fakliga grundað, og tað haldi eg eisini, at politikararnir virða, sigur Tonja Ziskason, toymisleiðari fyri børn og ung í Klaksvíkar kommunu. Faklig sjónarmið. Eg dugi eisini at góðtaka onnur sjónarmið. Ikki eri eg altíð heilt samd við politikararnar, men altíð finna vit eina góða loysn. Fyri meg hevur tað alt at siga, at míni tilmæli eru væl og virðiliga fakliga grundað, og tað haldi eg eisini, at politikararnir virða, sigur Tonja, sum hevur arbeitt undir fýra ymiskum politiskum leiðslum. Tá hon kom í starv, var Jógvan við Keldu borgarstjóri, síðani kom Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvá við Keldu og nú Jógvan Skorheim. Sjálvandi eru persónarnir ymiskir og kunnu hava ymiskar meiningar um mál, men tað er kortini ikki so, at ein nýggjur borgarstjóri snarar í øvugta borðið, enn hin undanfarni stýrdi í, sigur Tonja, sum letur væl at øllum teimum, sum hon hevur og nú arbeiðir saman við. Starvsmannafelagið hevur nú gjørt av at taka við skitsuuppskotinum hjá arkitektum 99 at umbyggja grannahúsini, fyrrverandi hølini hjá sjónvarpinum, sum felagið herfyri keypti. Ein rættiliga stórur partur av sjónvarpshúsinum var studio, sum nú skal skipast til auditorium og loft leggjast í ovasta partin. Samband verður eisini millum auditoriið og miðrúmið, soleiðis at hetta gerst uppaftur meira rúmsátt. Ein brúgv fer at binda bæði húsini saman, og lyfta skal setast upp við sambandi við báðar bygningarnar. Nú er greitt hjá arkitektunum at gera veruligar tekningar, so søkjast kann um byggiloyvi og at bjóða arbeiðið út. Gongst sum ætlað, verður byggiætlanin liðug á sumri 2015. Starvsmannafelagið hevur brúk fyri munandi meira plássi, enn felagið hevur í dag, bæði skrivstovum og goymslurúmum, ikki minst eftir at fleiri fakbólkar eru skipaðir, og felagið ynskir at geva teimum góðar arbeiðsumstøður. Umframt hetta verður eisini møguleiki fyri at leiga ein part út. Starvsmannafelagið hevur sett Kristian Rasmusen, verkfrøðing sum byggiharraráðgeva. Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 50 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 150 krónur um mánaðin. Teir limir sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina umframt. Hetta er eisini 150 krónur. Um tú ætlar at gerast hvílandi limur, og vil vita hvar hesi gjøld skulu flytast, so verður tú vinarliga biðin um at venda tær til felagið á telefon ella við at senda ein teldupost. Spyr okkara ráðgevar á heimasíðu okkara Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvi, sosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Sambært grein 9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum. Veljast skulu 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og tiltakslimirnir fyri 1 ár á aðalfundi felagsins 8. mars 2014. Uppstillingin skal verða liðug innan 1. februar 2014. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 1. februar 2014. Í frásøgnini skal vera tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir. Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til nevnarval og verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til grein 9 í felagslógini. Hugnakvøld fyri limunum Fríggjakvøldið 8. november var árliga hugnakvøldið fyri limunum í Starvsmannafelagnum. Umleið hálvhundrað limir nýttu hesaferð høvið at taka sær av løttum saman við starvsfeløgum og øðrum limum í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Byrjað varð við ábiti, og síðani var spurnarkapping á skránni, sum Niels á Reynatúgvu, sum siður er, skipaði fyri. Spurnarkappingin var í tveimum pørtum, og í steðginum spældi og sang ein vælupplagdur Signar í Homrum. Tey, sum dugdu best at gita, vóru enn einaferð starvsfólkini á Taks, sum mannaðu eitt av borðunum, sum kappaðust móti hvør øðrum. Lagið á limunum var gott, og hugnaðu fólk sær væl við práti og felagssangi. Klokkan var farin væl av miðnátt, áðrenn tey seinastu takkaðu fyri seg. Skipa limirnar í fakbólkar Herfyri fór Starvsmannafelagið at skipa nakrar fakbólkar, og alsamt verða fleiri stovnaðir. Fyrst í komandi ári verða teir seinastu fakbólkarnir stovnaðir. Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu aktivir hesir bólkar higartil hava verið. Fyri at fáa meira gongd á arbeiðið við og í fakbólkunum er felagið farið undir at skráseta limirnar, alt eftir teirra fakliga øki, so yvirlit fæst, hvør hoyrir til hvønn fakbólk. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Um endamálið við fakbólkunum sigur Starvsmannafelagið. Endamálið við fakbólkunum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Núverandi bygnaður felagsins er tann, at vit hava nevnd og umsiting, álitisfólkaskipan og limir. Harumframt eru nøkur áhugafeløg innan Starvsmannafelagið. Í felagnum eru umleið 2000 limir, og arbeiða limirnir innan nógv ymisk fakøki. Felagið er sera breitt fakliga. Hetta fjølbroytni er ein styrki og eisini ein avbjóðing, hvussu vit skipa felagið, so limirnir kenna seg aftur og sum ein part av stóru heildini. Tað hevur í fleiri ár verið ætlanin at gera nakað við bygnaðin, tað er ein tørvur á at greina og deila fakøkini á ein hátt, soleiðis at fakøkini skulu hava betri grundarlag til at mennast og at blíva hoyrd. Ein fakbólkur skal síggjast sum ein pallur, har fólk kunnu møtast og sparra og deila royndir og skapa faklig tiltøk, ið eru viðkomandi fyri júst tykkara fak. Møguleiki er eisini at skipa fyri ráðstevnum, fáa eitt møguligt netverk við onnur lond ella fakfeløg. Tað liggja nógvir møguleikar í einum slíkum fakbólki. Felagið rindar hvørjum bólki eina byrjunarupphædd á 15.000 krónur og síðani, tá bólkurin er komin í gongd, og fyrsti roknskapur latin felagnum, verða 100 krónurpr. lim í bólkinum latin einaferð árliga. Førleikamenning er ein stór avbjóðing Starvsfólk við drúgvum royndum lúta fyri akademiseringini. Hetta er rákið bæði í Føroyum og í okkara grannalondum, og tí ynskir Starvsmannafelagið, at verandi starvsfólk verða førleikament at røkja broyttar arbeiðsuppgávur. Arbeiðsuppgávurnar broytast alsamt. Vit eru farin frá siðbundna skrivstovuarbeiðinum til meira málsviðgerð og serligar uppgávur. Vit síggja, hvør fakbólkur verður útfasaður, tá uppsagnir hava verið, tað hevur í mongum førum verið skrivstovufólk við drúgvum starvsroyndum, sum mugu lúta fyri, at onnur, við betri fakligum førleika, helst við hægri akademiskari útbúgving, verða sett ístaðin. Eitt tað seinasta dømi var Almannaverkið, har málsviðgerðar, við drúgvum royndum á arbeiðsplássinum, vórðu uppsagdir. Mánaðin eftir lýsti hetta sama Almannaverk eftir fleiri ergo- og fysioterapeutum og sosialráðgevum. Í sær sjálvum er einki skeivt í tí, og tað skal eisini til, men vit sakna, at starvsfólk, við drúgvum royndum, ikki verða førleikament til at átaka sær hægri avbjóðingar, soleiðis at teirra vitan verður verandi á stovninum og kann gagnnýtast framhaldandi. Hon vísir á fíggjarlógina fyri næsta ár. Har verður sagt, at alt ov nógv orka fer til umsiting heldur enn til myndugleika og ráðsuppgávur. Harafturat skulu sparast 10 prosent næstu 3 árini, og er ætlanin eisini at skipa landsfyrisitingina av nýggjum soleiðis, at arbeiðið kann leggjast til rættis meira rationelt og at meira kann fáast fyri minni, umframt at styrkja fakliga umhvørvið. Stór avbjóðing Sonevnda akademiseringin fer serliga fram á fyrisitingarliga økinum. Starvsmannafelagið sær tó ikki tað sum ein trupulleika, men heldur eina stóra avbjóðing, og tí hevur felagið sett førleikamenning á breddan. Landsfyrisitingin hevur sett ein arbeiðsbólk at skipa landsfyrisitingina av nýggjum, og hevur Starvsmannafelagið kunnað seg um arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum. Felagið fer at fylgja væl við og koma við sínum íkasti til arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum. Vit vita, at tað eru stovnar, eitt nú TAKS, sum gera nógv burtur úr førleikamenning. Har hava tey eisini ein lønarleist fyri hvørt starv, soleiðis at starvsfólkið altíð veit, hvør menning liggur í starvinum, og hvør avbjóðingin er við útbúgving, skeiðum o.ø. Alt eftir hvussu arbeiðsuppgávurnar broytast, fylgir lønin við, greiðir Anna frá. Skrivarin í Starvsmannafelagnum ímyndar sær ikki, at verandi starvsfólk burturav skulu aftur á skúlabonk, men at framhaldandi førleikamenningin kann samskipast við arbeiði. Útbúgvingarmøguleikar Hóast tosað hevur verið í fleiri ár um at førleikamenna almenn starvsfólk, og hóast felagið hevur eina avtalu við almenna arbeiðsgevaran um hetta sama, so tykist lítil álvari at hómast frá almennari síðu. Men nú fer Starvsmannafelagið at gera sítt til, at verandi starvsfólk fáa møguleika at førleikamenna seg. Á álitisfólkafundinum herfyri varð hetta eisini sett á skrá fyri at lýsa hetta mál, har starvsfólk, sum hava tikið útbúgving á TAKS og á Setrinum, greiddu frá, hvat verður gjørt á økinum, og hvørjar ætlanirnar eru. millum annað hvørjar møguleikar føroyskir lærustovnar, eitt nú Handilsskúlin og Setrið, hava at bjóða fólki til framtíðar fyrisiting. Førleikameting Ein týðandi partur í øllum hesum er, at vit hava ein myndugleika, sum kann førleikameta fólk, bæði hvat viðvíkur fakligari útbúgving og starvsroyndum og síðani hvat meira skal til av viðkomandi førleikum, tí tað er sera umráðandi, at fólk ikki bert útbúgva seg í blindum, men miðvíst eftir tí, sum brúk er fyri, sigur Anna og leggur afturat, at vit hava í dag fólk í Føroyum, sum hava útbúgving í førleikameting. Eisini liggur eitt uppskot klárt frá einum arbeiðsbólki um, hvussu ein tílíkur myndugleiki kann setast í verk. Fleiri lærlingar Tað hevur verið langt millum lýsingarnar frá almennum stovnum eftir lærlingum, men nú tykist ein ávís vend at koma í, og tað fegnast Starvsmannafelagið um. Tað eru mennandi og spennandi avbjóðingar at taka sær ein yrkisútbúgving og starvast innan almenna fyrisiting og eftirfylgjandi at víðari útbúgva seg til teir førleikar, sum framtíðar arbeiðsmarknaðurin spyr eftir, hetta vil Starvsmannafelagið verða við til at skapa neyðugu karmarnar fyri, sigur Anna Johannesen. Uppmøtingin var góð, tá ið Starvsmannafelagið hóskvøldið skipaði fyri kvøldsetu fyri limum sínum í Suðuroynni. Útvið 30 fólk møttu í teimum gomlu søguligu hølunum, har tey fingu innlit í fakfelagsviðurskifti og eftirlønarskipanina. Vitjaðu 9 arbeiðspláss Trý fólk frá skrivstovuni, tríggir nevndarlimir og formaðurin í Starvsmannafelagnum vóru og vitjaðu í Suðuroynni hósdagin. Saman við samskiparanum av Starvsmannablaðnum vitjaðu tey tilsamans 9 arbeiðspláss bæði fyri norðan og sunnan í oynni. Starvsfólkini sluppu at seta orð á sín gerandisdag. Tey greiddu frá sínum arbeiði og vístu á fakligar uppgávur og fakfelagspolitiskar avbjóðingar, sum gerandisdagurin hevur at bjóða. Arbeiðsplássini, sum vitjað varð á, vóru Føroya Tele á Tvøroyri, Taks, Barnatannrøktin á Tvøroyri, Porkeris Kommuna, Almannastovan á Tvøroyri, Strandferðslan, Suðuroyar Sjúkrahús og Vágs kommuna. Á vitjanini hevur Starvsmannafelagið fingið innlit eitt nú í ætlaðar umskipanir á arbeiðsplássinum, samstarvsspurningar, arbeiði í vaktum, ítøkiligar uppgávur, sum starvsfólkini loysa og nógvar aðrar spurningar, sum eru viðkomandi fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. førleikamenning og fakbólkar Hóskvøldið var kunningarkvøld og hugnakvøld á Seglloftinum á Tvøroyri. Fyrra hálvan var kunning um felagsvirksemi. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, greiddi frá arbeiðinum at skipa fakligar áhugabólkar í felagnum. Hon kunnaði eisini um ætlanirnar at varpa ljós á sáttmálaásetingarnar, um strategiska førleikamenning av limunum, so at teir vera betri førir fyri at møta framtíðar krøvum og kapping við aðrar fakbólkar. Anna Johannesen, skrivari í Starvsmannafelagnum greiddi eisini frá arbeiðinum at skipa fakbólkar innan skrivstovuyrkið. Áhoyrararnir reistu viðkomandi og áhugaverdar spurningar. Eitt nú varð ljós varpað á, hvussu trupult tað kann vera hjá limunum í Suðuroynni at fáa lut í teimum skeiðum og førleikamennandi tiltøkum, sum ofta fara fram í miðøkinum. Her vóru møguleikarnir fyri smidligum loysnum fyri at fáa frí til skeiðstilboð norðanfjørðs og fíggjarligum stuðli umrøddir. Semja varð um, at avbjóðingarnar hjá limunum í Suðuroy eru øðrvísi enn hjá limunum aðrastaðni, og at hetta krevur serligar loysnir. Eisini fingu limirnir eina gjølliga kunning um heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, sum varð endurnýggjað í 2011. Eftirlønarskipan á skánni Eftir at limirnir høvdu fingið sær ein drekkamunn, og Brandur Enni hevði spælt og sungið í steðginum, var fokus sett á eftirlønarøkið. Dan Joensen frá tryggingarfelagnum LÍV greiddi frá teimum kollektivu tryggingunum hjá limunum í Starvsmannafelagnum. Síðani greiddi hann frá teirri nýggju almennu pensjónsskipanini, sum kemur í gildi 1. januar 2014. Upplýst varð, at limirnir hjá Starvsmannafelagnum koma ikki at merkja nakað tey fyrstu árini. Strandferðslan, Anna og Niels og starvsfólk. Rógvi Thomsen, Maria Krossteig, Rógvi Kærbech og Jón Guttesen. Á kommunuskrivstovuni í Porkeri hittu umboðini frá Starvsmannafelagnum Mikkjal Sørensen og Oddvá Thomsen. Á Barnatannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu hittu umboðini hjá felagnum Naiu Mols Mortensen. Hetta kemst av, at limirnir í Starvsmannafelagnum gjalda longu so nógv til sínar pensjónsskipanir, at stigvísa inngjaldið til almennu skipanina fer ikki at hava nakra ávirkan. Ið hvussu so er ikki tey mongu fyrstu árini, tí at kravdagjaldið til almennu skipanina er so lágt. Øðrvísi pensjón Dan Joensen vísti eisini á, at samansetingin av pensjónsuppsparingini verður grundleggjandi broytt við teirri nýggju pensjónsskipanini. Eftir nýggju lóggávuni verður ein nógv størri partur av eftirlønini, tá ið tú ert fyltur 67, lívrenta, t.v.s. leypandi útgjald, sum fellur burtur, tá ið tann tryggjaði doyr. Eftir nýggja býtinum verður lívrentan minst 45% av pensjónini. Eftir at umboðini fyri Starvsmannafelagið høvdu hitt fólk á arbeiðsplássunum skipaði felagið fyri kvøldsetu á Seglloftinum. Andi skipanum í dag er umleið 80% av eftirlønini, ein nógv minni partur. Ein partur av kapitalpensjónini kann tó konverterast til eina sokallaða lutaeftirløn, sum verður goldin stigvíst frá tí, at tryggingartakarin er 67, til hann verður 77. Eyðkennið við kapitalpensjón er harafturímóti, at hon verður goldin út í einum, tá ið tryggingartakarin fyllir 67. Fundurin á Seglloftinum vardi góðan hálvan triðja tíma. Spyrjihugurin var stórur. Og okkurt kundi bent á, at løtan kendist stutt hjá summum, tí tá Selma Ellingsgaard um tíggju tíðina minti luttakararnar á klokkuna, tók ein av luttakarunum skemtandi til á eyðkendum suðuroyarmáli. Okur fara ikki heim enn Seinasti arbeiðstímin í 52 ár Landssjúkrahúsið Klokkan er farin av tvey, og innan fyri glasrútin í móttøkuni á landssjúkrahúsinum svarar Maiken Hedegaard einum av teimum óteljandi innkallunum til tað stóra sjúkrahúsið. Á borðinum standa blómutyssi við heilsanum frá starvsfeløgum og arbeiðsplássi. Tað er hennara seinasti arbeiðsdagur. Hennara seinasti arbeiðstími í einum 52 ára longum arbeiðslívi. Fyri Maiken hevur tað altíð havt stóran týdning at kunna hjálpa fólki. Mær hevur altíð dámt øgiliga væl at vera til hjálpar. At fylgja eldri fólki upp á pláss og at hjálpa fólki í telefonini, smílist Maiken, meðan starvsfelagarnir støkka inn á gólvið at siga henni farvæl. Byrjaði sum gongsgenta Maiken var bert 17 ára gomul, tá hon byrjaði sum gongsgenta á landssjúkrahúsinum. Ella á niðaru gongd á Dronning Alexandrines Hospital, sum tey róptu tað tá. Árið var 1961. Sama ár, sum Starvsmannafelagið varð sett á stovn. Og tvey ár áðrenn spakin varð settur í til tann nýggja bygningin á landssjúkrahúsinum. Síðani 1978 hevur hon sitið í sjálvum hjartanum á landssjúkrahúsinum. Í leiðbeiningini. Sostatt hevur hon verið andlitið og røddin hjá landssjúkrahúsinum úteftir í samfull 35 ár. Og hevur verið tann fyrsta, sum eitt ótal av fólki hava hitt, tá ið tey eru komin á landssjúkrahúsið í sjúkraørindum ella at vitja onkran, ið hevur verið sjúkur. Hóast sjúkrahúsið hevur verið hennara arbeiðspláss, so er hon sjálv sloppin ógvuliga væl frá sjúkradøgum. Sjúkradagarnir kunnu helst teljast á eini hond. Tað er ikki so galið. Á landssjúkrahúsinum hava tey roknað seg fram til, at leysliga hevur Maiken Hedegaard arbeitt heilar 88.000 arbeiðstímar ella 11.000 arbeiðsdagar, tað eru 2600 arbeiðsvikur. Sosiali felagsskapurin Fyri Maiken hevur tann sosiali felagsskapurin á arbeiðsplássinum havt nógv at siga. Saknur verður í starvsfeløgunum, og enn hevur hon ikki rættuliga gjørt av, hvat hon skal nýta pensjonistatilveruna til. Eg má líka venja meg við tankan, sigur Maiken, meðan lítlipinnur á klokkuni aftan fyri hana nærkast 4-talinum og minnir á, at eitt langt arbeiðslív loksins er at enda komið. Týsdagin 19. november fylti Maiken Hedegaard 70 ár. Maiken hevur verið limur í Starvsmannafelagnum. Felagið takkar henni fyri drúgva tíðarskeiðið í fólksins tænastu og ynskir henni alt tað besta tey komandi árini. Trætan um umflokkingar løgd fyri fasta gerðarrætt Málið um kostnaðin fyri umflokkingar er lagt fyri Fasta Gerðarrætt. Fyribils verða 190 krónur útgoldnar í lønarhækking um mánaðin. Í semjuni í fjør avtalaðu Starvsmannafelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at umflokka ávís størv, og at hesin kostnaður verður rindaður av lønarhækkingini pr. 1. oktobur 2013. Fyri stuttum gjørdist greitt, at partarnir eru ósamdir um, hvussu hesin kostnaður skal roknast, og tískil sjálvan kostnaðin at umflokka hesi størv. Partarnir koma ikki ásamt, og tí er málið nú lagt fyri Fasta Gerðarrætt. Felagið harmast um, at hetta gjørdust neyðugt, men til ber ikki at loysa málið á annan hátt. Fyribilsloysnin Endaliga lønarhækkingin hjá øllum limum tann 1. oktober 2013 er tengd av áðurnevnda kostnað. Samlaða lønarhækkingin pr. 1. oktobur er 190 krónur pluss 0,9%. Tær avtalaðu umflokkingarnar skulu rindast av einum parti av hesum 0,9%. Ósemjan er, sum sagt, um, hvør kostnaðurin er, og tí er neyðugt at Fasti Gerðarrætturin ger úrskurð í málinum. Arbeiðsgevara- og løntakarasíðan hava avtalað, at inntil gerðarrætturin hevur talað, verða bert tær 190 krónurnar av lønarhækkingini útgoldnar. Viðvíkjandi teimum 0,9% verður bíðað eftir, at gerðarrætturin hevur gjørt sín úrskurð. Eftirregulering Tá dómur er feldur, vita vit, hvussu stórur kostnaðurin av umflokkingunum verður. Út frá hesum verður ein eftirregulering gjørd, og tá verður greitt, hvussu stóran part av teim 0,9%, limirnir skulu hava. Sostatt hava partarnir avtalað, at limirnir fáa eina afturbering, altso eftirregulering av lønini, heldur enn at verða trekt í løn seinni, tí ov nógv er útgoldið. Okkara vón er, at málið verður viðgjørt skjótast til ber, og hevur felagið heitt á rættin um at viðgera málið sum skundmál. Álitismaðurin takkar fyri seg Landsstýrið virðir ikki hoyringspartar Tað kemur javnan fyri, at hoyringspartar fáa alt ov stutt skotbrá til at siga sína hugsan um tey mál, sum teimum verða send. Fyri kortum var mál til fyrstu viðgerð, áðrenn hoyringsfreistin var úti. Tað halda fakfeløg vera heilt burturvið og ein vanvirðing av teimum. Vit leggja stóran dent á og brúka nógva orku at svara teimum hoyringsskrivum, vit fáa frá landsstýrinum, tí vit ynskja at geva eitt so nøktandi og kvalifiserað svar sum gjørligt. Men tað er ikki altíð líka lætt, tí mangan er hoyringsfreistin alt ov stutt. At vit nú hava dømi um, at løgtingið viðger eitt mál, áðrenn hoyringsfreistin er úti, hoyrir ongastaðni heima, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Hon óttast fyri, at hugurin at svara hoyringsskrivum minkar, um hetta óskilið heldur fram. Tað vónar hon kortini ikki, tí tá hevur politiski myndugleikin undirgrivið skipanina at senda mál til hoyringar, og tað má hann ikki sleppa. Í mongum førum hava feløgini í Fakfelagssamstarvinum verið saman um at svara hoyringsskrivum, og øll eru tey samd um, at tey vilja hava nóg mikið av tíð til hetta arbeiðið, sum tey leggja stóran dent á. At mál verða skundað ígjøgnum og nú enntá viðgjørd í tinginum, áðrenn hoyringsfreistin er úti, vilja tey als ikki góðtaka og hava tí enn einaferð gjørt landsstýrinum greitt, at hetta er burturvið, og broyting má henda. Okkurt dømi er kortini um skilagóða tilgongd í sambandi við hoyringar. Selma Ellingagaard vísir á málið um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Í tí føri boðsendi Almannamálaráðið hoyringspørtunum á fund, har tey fólk, sum arbeiddu við málinum, greiddi frá ætlaðu broytingunum, og fakfeløgini fingu møguleika at seta spurningar og gera sínar viðmerkingar. Hesin fundur var 14 dagar, áðrenn hoyringsfreistin var úti. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum sigur, at hetta var í hvussu er ein máti at fáa málið lýst og gevur eisini hoyringspørtunum eina kenslu av, at hesir reelt verða hoyrdir. Álitisfólk Álitisfólkaval hevur verið alt landið í november. Vald vóru 120 álitisfólk og av teimum vóru umleið 30 nývald. Valt varð eftir nýggju reglunum, sum komu í sáttmálan í fjør. Sáttmálin sigur, at starvast minst 5 limir í Starvsmannafelagnum á eini deild á einum stovni ella fyritøku skulu tey velja eitt álitisfólk. Áðrenn var minstamarkið 3 starvsfólk. Álitisfólkini vera vald fyri tvey ár í senn. Álitisfólkafundur Álitisfólkini vóru saman fyrstu ferð á Hotel Føroyum 4. desember. Á skránni á álitisfólkafundinum vóru trý evnir. Fyrrapartin fingu tey kunning um umbyggingina av nýggja húsinum hjá Starvsmannafelagnum og um eftirlønarlógina, sum kemur í gildi 1. januar. Seinnapartin varð evnið førleikamenning, sum endaði við, at álitisfólkini svaraðu spurnarbløðum um førleikamenningina á sínum arbeiðsplássi. Grundútbúgving Ætlanin er at tey nýggju álitisfólkini skulu ígjøgnum eina grundútbúgving. Fyrri parturin av útbúgvingini verður í vár og tann seinni í heyst. Álitisfólkini skulu millum annað ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir, ið eru galdandi fyri arbeiðsplássið, verða hildin. Eisini skulu tey arbeiða fyri góðum samstarvi millum starvsfólkini og leiðsluna á arbeiðsplássinum. Nú um dagarnar var Jóhan Christiansen á gátt í Starvsmannafelagnum. Ørindini vóru so at siga at handa lyklarnar sum álitismaður, nú hann leggur frá sær fyri aldur. Álitisfólkaval hevur verið um alt landið í seinastuni, og á valinum skuldi millum annað veljast ein avloysari fyri Jóhan, sum hevur verið álitismaður hjá limum Starvsmannafelagsins í Tórshavnar Havn. Jóhan Christiansen fylti 70 í mai og hevur sín seinasta arbeiðsdag sum havnarumsjónarmaður á nýggjárinum. Jóhan er felagsmaður um ein háls. Hann sat í nevndini í Tórshavnar kommunala starvs- og tænastumannafelag, har hann eisini virkaði sum álitismaður. Hetta felag varð lagt saman við Starvsmannafelagnum um aldarskiftið, og hevur Jóhan verið álitismaður í Starvsmannafelagnum líka síðani samanleggingina. Jóhan Christiansen er skiparalærdur og hevur arbeitt á havnarskrivstovuni í Havn síðani 1984. Áðrenn hettar var hann millum annað formaður í Felagnum Ídnaðarskip og hevur sostatt verið við í mongum leiki á samráðingarøkinum. Sum formaður var hann eisini við í føroysku samráðingarnevndini, sum samráddist um fiskiveiðirættindi við til dømis Norra og ES. Starvsmannafelagið takkar Jóhan fyri drúgvu tænastuna sum álitismaður. Vit ynskja honum góða eydnu, nú hann verður fólkapensjonistur fulla tíð. Løn frá tínum fasta arbeiðsgevara Hjá teimum, sum bert fáa vanliga mánaðarløn frá sínum fasta arbeiðsgevara undir sáttmálum hjá Starvsmannafelagnum, verður eingin broyting. Fært tú serlig gjøld ella yvirtíðargjøld frá arbeiðsplássinum, kann Eftirlønarlógin kortini fáa ávirkan, tí hesi gjøld geva ikki eftirløn í dag. Eftirlønarlógin, sum eftir ætlan kemur í gildi 1. januar 2014, fer bert at ávirka limirnar í Starvsmannafelagnum í avmarkaðan mun. Orsøkin til hetta er, at limirnir longu eiga rættin til eftirløn sambært sáttmálunum hjá Starvsmannafelagnum. Flestallir limir hava 15 % í eftirløn, summir tó 15,5 %, meðan aðrir fáa 12 %. Hetta merkir, at limirnir eftir sáttmálunum longu gjalda nógv meira enn tað, sum Eftirlønarlógin fer at leggja upp til. Ávirkar serlig gjøld Fært tú útgoldið serlig gjøld frá tínum arbeiðsgevara, umframt føstu mánaðarlønina, kann Eftirlønarlógin kortini fáa ávirkan. Orsøkin til hetta er, at sambært sáttmálunum er tað bert tann vanliga mánaðarlønin, sum gevur eftirløn, meðan serstøk gjøld og yvirtíðargjøld ikki eru eftirlønargevandi. Hetta merkir, at hevur tú eitt arbeiði, har tú umframt føstu lønina til dømis fær vaktargjøld, gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, viðbøtur og løn fyri yvirtíð, so verður eftirløn ikki roknað av hesum gjøldum í dag. Tað sama er galdandi fyri fundarpengar, sum heldur ikki eru eftirlønargevandi. Men sambært Eftirlønarlógini skal eftirløn rindast av øllum inntøkum, og tí fær hetta týdning fyri tey serligu gjøldini. Um tú fert at merkja nakran mun í krónum og oyrum á nýggjárinum valdast á hvønn hátt, tey serligu gjøldini verða útgoldin. Tá gjøldini eru fyri seg Verða tey serligu gjøldini flutt fyri seg, t.v.s. leys av føstu mánaðarlønini, koma tey undir Eftirlønarlógina. Tað merkir, at tá skalt tú gjalda 1% í eftirløn eftir 1. januar. Sambært eftirlønarlógini skal hvør einstøk lønarútgjalding nevniliga vera í samsvari við lógina. Hetta gongur fram av broytingaruppskotinum til eftirlønarlógina, sum løgtingið viðger nú í desember. Smáar lønarflytingar sleppa tó helst undan. Broytingaruppskotið til eftirlønarlógina hevur eitt bagatellmark, soleiðis at eftirlønargjøld, sum eru 30 krónur ella minni fyri hvørja flyting sleppa undan, tí tá verður umsitingarkostnaðurin ov høgur í mun til inngjaldið. Hetta merkir, at í 2014 kunnu lønarflytingar, har upphæddin er minni enn 3.000 krónur fara ígjøgnum afturhaldsskipanina hjá Taks uttan eftirlønargjald. So hvørt sum kravda eftirlønarprosentið hækkar, fer hendan krónuupphædd at minka tilsvarandi. Tá gjøldini fara saman við lønini Verða tey serligu gjøldini harafturímóti goldin saman við vanligu lønini, fert tú ikki at merkja nakran mun eftir 1. januar og tey mongu fyrstu árini. Hetta kemst av, at tú rindar longu 15 % av vanligu lønini í eftirløn, og hendan upphædd fer í nógv ár at liggja omanfyri tey inngjaldsprosentini, sum Eftirlønarlógin ásetir. Lat okkum taka eitt dømi um ein lønarflyting: Tú fært 25.000 krónur í mánaðarløn, sum geva 15% í eftirløn, t.v.s. 3.750 krónur. Í somu flyting fært tú 5.000 krónur í serligum gjøldum, sum ikki er eftirlønargevandi. Hjá Taks kanna tey eftir, at lønarútgjaldingin hjá tær livir upp til eftirlønarlógina, t.v.s. at 1 % er drigið av samlaðu flytingini, sum gevur 300 krónur, ið skulu síggjast í mun til tær áðurnevndu 3.750 krónurnar. Lønarflytingin lýkur við øðrum orðum væl og virðiliga lógarinnar krøv. Verða gjøldini flutt saman við vanligu lønini, fert tú sostatt ikki at merkja nakran niðurskurð í tøku lønini. Ið hvussu so er fert tú ikki at merkja nakað, fyrr enn prosentið eftir Eftirlønarlógini um nøkur ár er blivið so mikið høgt, at tað yvirhálar upphæddina, sum tú fært í eftirløn sambært sáttmálanum. Hvussu nógv ár, ið fara at ganga, valdast, hvussu stórur partur tey serligu gjøldini eru av samlaðu lønarflytingini. Arbeiðir tú til dømis nógv í vaktum ella hevur nógvar yvirtímar, rakar tú pínumarkið fyrr enn onnur. Og hjá starvsfólkunum í sjúkraflutningstænastuni, har eftirlønargjaldið er 12%, kann markið eisini verða rokkið fyrr enn hjá øðrum, um viðurskiftini verða óbroytt. Annað arbeiði uttan fyri sáttmálaøkið Fært tú inntøku frá øðrum arbeiðsgevara, sum ikki er fevndur av sáttmálum Starvsmannafelagsins, og sum eftirløn ikki verður goldin av í dag, skal 1 % rindast í eftirløn eftir 1. januar 2014. Av løn frá øðrum arbeiðsgevara, sum ikki er fevndur av sáttmála um eftirløn, skal gjaldast 1% í eftirløn. Hetta krevur broytingaruppskotið til eftirlønarlógina, sum sigur, at eftirløn skal gjaldast av hvørjari einstakari lønarútgjalding, sum er omanfyri eitt bagatellmark. Tað kann vera, at tú til dømis hevur eitt vaskiarbeiði um kvøldið. Ella fært eina nevndarsamsýning ella løn sum fótbóltsvenjari í frítíðini. Her ber ikki til at leggja lønargjaldingina saman við tíni føstu lønargjalding, tí talan er um ymiskar arbeiðsgevarar. Tískil slepts ikki undan at rinda kravda eftirlønargjaldið á 1%, og tað merkir so, at tøka inntøkan hjá tær fer at minka samsvarandi. Sjálvt eftirlønargjaldið kanst tú tó biðja arbeiðsgevaran flyta til tryggingarfelagið LÍV, har eftirlønin plagar at vera flutt. Eftirløn undir trýsti Hóast nýggja eftirlønarlógin fær avmarkaða ávirkan á limir Starvsmannafelagnins her og nú, so setir lógin í longdini verandi eftirlønarskipan undir trýst, tí allar inntøkur eftir sáttmálanum eru ikki eftirlønargevandi í dag. Hettar er eitt mál fyri framtíðar sáttmálasamráðingar, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum 1. januar 2014 skal eftirløn eisini rindast av serligum gjøldum og yvirtíðargjøldum um tey verða flutt fyri seg. Tó kanst tú tey fyrstu árini sleppa undan kontantari avrokning, um gjøldini verða flutt saman við føstu mánaðarlønini. Við hesum fært tú eitt skotbrá, har tú sleppur undan at gjalda nakað eyka til pensjónina úr egnum lumma tey fyrstu árini. Men fyrr ella seinni rakar tú eitt mark, har tað lógarkravda eftirlønargjaldið, sum verður tikið av øllum inntøkum, er blivið so mikið høgt, at tað yvirhálar tey 15 prosentini, sum nógvir limir fáa í eftirløn av mánaðarlønini. Og verður einki broytt til tað tíð fer tað at kosta limunum úr egnum lumma. Tí er hetta eitt mál av prinsipiellum týdningi fyri Starvsmannafelagið. Mál fyri felagið Við tað at vit í dag bert eiga rætt til eftirløn av mánaðarlønini og ikki teimum serligu gjøldunum kann mann siga, at tað reella virðið av eftirlønini gerst eyðsýnt eftir 1. januar. Av tí at vit í dag bert eiga rætt til eftirløn av mánaðarlønini so fara pengar at mangla í, um vit lata standa til, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Fyri Starvsmannafelagið er støðan greið. Eftirløn er eitt gjald, sum verður vunnið við samráðingarborðið, sum partur av sáttmálasamráðingunum. Tí er tað eitt grundleggjandi prisipp, sum verður brotið, um okkara limir nú sjálvir skulu gjalda til eftirlønina av síni tøku løn. Hettar er ein spurningur, sum verður aktuellur tey komandi árini og sum felagið ætlar at taka ábyrgd av, sigur Selma Ellingsgaard. Vit vita ikki hvørjar broytingar komandi løgting møguliga fara at gera, men felagið ætlar at tryggja, at tann einstaki limurin ikki sjálvur skal bera kostnaðin av krøvunum, lógin setir, og fer at arbeiða fyri, at sáttmálin tryggjar limunum eftirløn av øllum gjøldum, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Endamálið við lógini Eftirlønarlógin er ein bundin ella kravd eftirlønarsamansparing fyri allar borgarar við tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Talan er um nýggja lóggávu á økinum. Eftirlønargjaldið verður 1 % prosent av inntøkuni 1. januar 2014 og hækkar árliga við einum prosenti fram til 2028, tá ið tað er komið upp í 15 %. Endamálið hjá samgonguni er, at allir borgarar skulu hava sína egnu eftirlønartrygging og á tann hátt taka trýstið av skattafíggjaðu fólkapensjónini. Hetta skal gera, at tað almenna verður betri ført fyri at røkja vælferðartænasturnar í framtíðini, tá ið tað verða fleiri eldri fólk í mun til fólk í arbeiðsførum aldri. Samstundis leggur lógin upp til at broyta eftirlønarútgjaldið. Eftir nýggju skipanini skal samansparingin í størri mun verða við leypandi útgjøldum, lívrentu og lutapensjón, heldur enn bert við kapitaleftirlønargjaldi, sum verður útgoldið í einum, tá ið fólk verða pensjonerað. Óneyðugt við nýggjari eftirlønarpolisu Limir Starvsmannafelagsins eiga eftirlønarpolisur í LÍV og skulu tí ikki stovna nýggjar polisur, tá nýggja eftirlønarlógin kemur í gildi. Tú heldur fram við teirri avtalu, sum tú hevur havt higartil. Limirnir í Starvsmannafelagnum hava gjøgnum felagið eina eftirlønaruppsparing í LÍV. frá fasta arbeiðsplássinum. Eftirlønargjøldini frá tínum fasta arbeiðsplássi, serstøku gjøldini íroknað, skulu, sum fyrr, flytast til tína kollektivu eftirlønaruppsparing í LÍV. Aðrar inntøkur Fært tú inntøku frá øðrum arbeiðsgevara, sum ikki er fevndur av sáttmálum Starvsmannafelagsins, og sum eftirløn ikki verður goldin av í dag, skal 1 % rindast av hesi upphædd í eftirløn eftir 1. januar 2014. Tá kanst tú siga arbeiðsgevaranum frá, um tú ynskir, at eftirlønargjaldið eisini skal flytast til LÍV, har tú hevur hinar tryggingarnar. Í hesum føri fara øll gjøld til LíV 2. Starvsmannafelagið tingast um manningar Starvsmannafelagið og Fíggjarmála- ráðið samráðast í hesum døgum um viðurskiftini hjá limunum, ið starvast umborð á standfaraskipunum. Tað hendir í kjalavørrinum á sátt- málasemjuni millum f íggjarmála- ráðið og feløgini hjá yvirmonnunum Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið undirskrivaðu herfyri nýggjan sáttmála. Nýggjar altjóða reglur eru komnar um longri hvílitíð, sum viðkoma eittnú strandfaraskipunum. Hetta ávirkaði sáttmálarnar, soleiðis at arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum fer at minka stigvíst frá ársskiftinum til 2016, uttan lønarmiss. Í nýggju sáttmálunum við yvirmannafeløgini eru eisini avtalur um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg og um avmarkaða sigling, tá verkfall er. Samráðingar eru nú millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmáðið um hvørja ávirkan sáttmálarnir hjá teimum báðum yvirmannafeløgunum skulu hava á viðurskiftini hjá limunum í Starvsmannafelagnum. Drúgv tilgongd Sáttmálarnir hjá yvirmonnunum hava gildi frá 1. oktober í ár til 1. oktober 2016. Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum, sum kom í gildi í fjør gongur ikki út fyrr enn í 2015, og tí varð felagið ikki partur av samráðingunum hjá manningarfeløgunum. Starvsmannafelagið hevur, saman við yvirmannafeløgunum, verið við í eini drúgvari tilgong, at seta í verk altjóða reglurnar um hvílitíð. Harumframt hava Strandferðslan og Vinnumálaráðið verið við í hesum tingingum. Fyri Starvsmannfelagið er tað umráðandi, at limir felagsins fáa somu sømdir, sum starvsfelagarnir í feløgunum hjá yvirmonnunum. Tí eru samráðingar í løtuni við almenna arbeiðsgevaran og Strandferðsluna um hesi viðurskiftini. Fleiri skrivstovulærlingar Stovnarnir undir landinum fáa í framtíðini álagt at seta skrivstovunæmingar, hevur landstýrismaðurin í f íggjarmálum, Jørgen Niclasen, boðað frá. Ætlanin er tiltrongd og neyðug, men fortreytin er, at pengar fylgja við, so at hetta ikki kemur sum steinur oman á byrðu hjá stovnunum, sigur Starvsmannafelagið. Tað almenna skal taka fleiri lærlingar inn. Fíggjarmálaráðið hevur fyrr heitt á leiðararnar fyri landsins stovnar um at taka fleiri lærlingar, men næsta stigið verður at seta hetta sum krav. Hetta var boðskapurin hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum og formanni í Fólkaflokkinum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum seinasta leygardag. Sami boðskapur var at hoyra, tá ið hann herfyri legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 fyri løgtingið. Eisini hava vit sett okkum fyri, at tað almenna skal taka inn lærlingar. Næsta stigið verður at seta almennum stovnum krøv um lærlingar, segði Jørgen Niclasen á landsfundinum. Ov fáir lærlingar Í november í fjør vendi Fíggjarmálaráðið sær til landsins stovnar við eini áheitan um at seta fleiri skrivstovulærlingar. Í brævinum varð gjørt vart við, at stovnsleiðslurnar hava verið afturhaldandi við at seta lærlingar tey seinastu árini, og at gongdin hevur verið ávirkað av sveiggjunum í búskapinum. Tískil varð heitt á allar landsins stovnar um at umhugsa at seta fleiri lærlingar. Í áheitanini verða stovnsleiðararnir mintir á, at í landsstýrinum er semja um, at landsins stovnar eiga at taka inn fleiri lærlingar. Í mei í ár vendi Fíggjarmálaráðið sær til aðalráðini, sum vóru biðin um at kanna, hvussu støðan var í ráðum og á stovnum, og í hvønn mun áheitanin varð tikin til eftirtektar. Men higartil er einki serligt komið burturúr. Fíggjarmálaráðið sigur við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, at summir stovnar hava meldað aftur, men tað er bert ein minni partur, sum hevur gingið áheitanini um at seta lærlingar á møti. Flestu stovnarnir, sum hava svarað, siga siga seg ikki hava ráð at hava lærlingar ella at seta lærlingar, tí at stovnarnir eru so hart fyrispentir fíggjarliga. Kravboð næsta stigið Av tí at stovnarnir ikki sjálvbodnir vilja seta næmingar, verður næsta stigið hjá Fíggjarmálaráðnum at geva stovnunum kravboð um at seta næmingar. Enn er ongin endalig avgerð tikin um, hvussu hetta skal gerast. Tað, sum higartil hevur ligið í kortunum, er at áseta lærlingakvotur, soleiðis at stovnar í ávísari stødd altíð skulu hava lærlingar. Um lærlingakravið skal útinnast við regluáseting ella beinleiðis kravboðum frá landsstýrismanninum er heldur ikki avgjørt enn, sigur Fíggjarmálaráðið við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum. Pengar mugu fylgja við Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum fegnast um, at myndugleikarnir nú vilja gera nakað fyri at fáa fleiri skrivstovulærlingar á landsins stovnar. Starvsmannafelagið hevur í fleiri ár gjørt vart við trupulleikan, at tað ikki hava verið settir lærlingar. Tað er neyðugt at seta við og at seta lærlingar, um vit skulu hava eitt samfelag við fjøltáttaðum útbúgvingarmøguleikum og eina væl virkandi fyrisiting, sum hevur starvsfólk við røttu førleikunum. Selma Ellingsgaard leggur tó dent á, at peningur má fylgja við, um lærlingakravið skal kunna fremjast í verki. Eitt krav um at seta lærlingar má undir ongum umstøðum ganga út yvir verandi starvsfólkahóp ella hava aðrar óheftar avleiðingar fyri stovnarnar. Almennu stovnarnir eru ríkiliga hart sperdir sum er, og hetta skilagóða og neyðuga stig má ikki koma sum steinur omaná byrðu, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Armslongdarprinsippið Við árslok gera vit upp á ymsu økjunum og spyrja, hvussu skarst. Eg fari at leita til okkara orðafeingi, eftirsum vit í hesum ári á fyrsta sinni fingu eitt alment føroyskt Málráð. Tó, hetta orðið, sum eg javnan havi fingið høvi at hefta meg við og grunda yvir í hesum orðaríka ári, er enn ikki komið í nakra orðabók. Orðið er armslongdarprinsippið. Tá eg leiti í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum, sum allar eru undir fingrasnippunum, er nærmasta orðið arm's length, sum á føroyskum verður til armslongd. Kanska er tað ein ávísur trekleiki, obstacle, at fáa hetta orðið inn í føroyskt gerandismál. Ikki tí, tað munnu vera meir enn tíggju ár síðan, eg fyrstu ferð hoyrdi Jóannes Dalsgaard greiða frá hesum hugtaki, armslongdarprinsippinum, í Mentamálaráðnum fyri okkum, sum tá sótu í Mentanargrunninum. Um enn hon var gomul, vitanin, tóku vit fegin og forvitin við hesi nýggju vitan um mentanarpolitikk úr okkara grannalondum, sum í ritinum Mentan og menning nú skuldi koma og greiða vegin hjá teimum, ið liva av mentan og list í Føroyum. Minnist, at armslongdarprinsippið rakti okkum beint í hjartakulluna, tí hetta var einki annað enn okkara persónliga hjartamál, umsitið fyri almenningin, at taka dagar ímillum innkomnar umsóknir um stuðul, uttan at gera nakað tilætlað skeivt. Jóannes lærdi okkum um tvær áskoðanir, sum eru galdandi, tá vit seta spurningin, hvat slag av politikki, fólkaræðislig lond eiga at reka á mentanarøkinum. Onnur áskoðanin byggir á ta grundreglu, at uttan politiska uppíblanding eigur øllum listafólkum at verða tryggjað eitt frælsi, har denturin eisini eigur at verða lagdur á margfeldni. Alt alment stuðlað listaligt arbeiði skal vera eina armslongd frá politiska myndugleikanum. Í minsta lagi. Tí mentan og list eiga ikki at verða stýrd politiskt. Tað hava politikarar ikki skil fyri, og tað fáa teir heldur ikki løn fyri. Hetta er armslongdarprinsippið. Hitt slagið av mentanarpolitikki, sum ikki er kent í fólkaræðisligum londum á okkara leiðum í nýggjari tíð, vil hava nógva almenna stýring, sum er í føstum kørmum. Svarið uppá eina hugsaða stuðulsumsókn verður hareftir, um tú ert so mikið virkið listafólk, at tú yvirhøvur dittar tær at søkja almennan stuðul til títt virksemi í einum sovorðnum landi, har tað at fáast við list og mentan verður vigað millum persónliga náði og eitt alment tolsemi. Hetta er tað øvugta av armslongdarprinsippinum. Hetta kom mær til hugs, nú nývalda Málráðið ikki fekk arbeiðsnáðir at viðgera teirra lógligu ørindi, tí politiskt valdi mentanarnevndarformaðurin á Tingi valdi at sáa iva um ráðið og ætlaði at taka tey av ræði. Longu í føðingini eiga vit at hjálpa honum at hjúkla um hetta orð, so tað verður lýtaleyst í mentanarligum virksemi. Armslongdarprinsipp. Sig tað spakuliga. Armslongdarprinsipp. Vit eiga í øllum okkara strevi á hesum øki at varðveita tær røtur, sum franski André Malraux og danski Julius Bomholdt, ið báðir vóru mentamálaráðharrar, umframt so mangt annað, elvdu til her heima um túsundáraskiftið at tað almenna skal stuðla uttan at stýra. Úr sernámsfrøðini fann eg um dagarnar sama heiti, armslongdarprinsippið, sum tó gongur beint hin vegin. Tí vil eg lata hesa klummu verða stuðul og vegleiðing til politisku skipanina, sum av omanfyrnevndu ávum heilt greitt hevur brúk fyri sernámsfrøðiligari ráðgeving. Sambært donsku sernámsfrøðingunum, Susan Tetler og Kirsten Baltzer, ið fleiri føroyingar kenna, eigur sernámsfrøðin altíð at bera so í bandi, at ein og hvør hjálp, ið er fyri neyðini, aldri skal vera longri burtur enn eina armslongd frá brúkaranum. Við árslok haldi eg, at politiska skipanin skuldi fingið fólksins lyfti um sernámsfrøðiliga hjálp, sum altíð er í nánd, eina armslongd ella so. Aldri longur burturi. Tað er so eitt heiðurligt sernámsfrøðiligt mál og nýggjárslyfti. Um politiska skipanin vil røkkast, er upp til hana sjálva at taka dagar ímillum, nú valskeiðið er hálvrunnið. Men tilboðið er har. Livst so spyrst. Gott nýggjár! Nú er rokan í køkinum hjá Hansu Hansa Johannesen á Argjum matger fyri fólk, og nú undan jólum er ikki hissini, sum tær báðar, Hansa og Vagna Margitardóttir, dríva á fyri at nøkta teimum mongu bíleggingunum, tær fáa í sambandi við jóladøgurðar av øllum slag. Hesa tænastu hevur Hansa alt árið og kann bjóða alt, sum fólksins hugur stendur til at borðreiða fyri fólki. Hansa sigur, at vanliga eru tað buffét og trýrættarmatskráin, fólk ynskja, men so mangt annað er eisini møguligt, millum annað grýturættur, smyrjibreyð, tvíflísar og suppur. Ynskini eru so ymisk, men til jóla tykjast fólk at vera rættiliga siðbundin við dunnu, sós og reyðkáli ovast á breddanum, saman við nógvum øðrum, sum fólk ynskja sær til jólaborðhaldið. Starvsblaðið fekk loyvi til at síggja nakað av tí, sum fólk serliga biðja um til hesa høgtíð. Um tey ymisku veitsluhaldini í gomlum døgum hevur Robert Joensen savnað og skrivað hópin av tilfari, haðani vit endurgeva nøkur brot. millum annað hevur hann frásagnir um ervini, ella jarðarferðargildi. Frásagnir um ervini, ella jarðarferðargildini, sum fyrr vórðu hildin, eru í hesum føri, sum í so mongum øðrum, ikki heilt eins, men tá ið saman um kemur hava ervini verið hildin eftir skurðtíð og á vetri til føstu. Sagt verður, at ervi blivu hildin ímillum jól og føstu, og aðrir siga, at ervini vórðu hildin í adventini eftir tey, sum deyð vóru síðani føstugang og til skurðtíð. Um onkur doyði um heystið ella á vetri, áðrenn føstan byrjaði, var ervið vanliga hildið sama dag, sum jarðarferðin fór fram. Maður kundi hava ligið í moldini meir enn hálvt ár, áðrenn ervið bleiv gjørt eftir hann. Ervið var øðrvísi enn hini gildini, tí tá døgurðin var etin, fór hvør til sín sjálvs. Tað hendi seg, at menn skonktu brennivín í ervi, men tað bleiv ikki dansað. Úr øðrum staði verður sagt, at ervi var sum eitthvørt annað stórgildi. Søtsúpan, kókað kjøt, brennivín bleiv tó bert drukkið við máta. Við borðið skuldi gravarin sita ytst við útdyrnar. Sungið varð frá borði. Vaðansgildi Vaðans ella vaðhald kallaðist gildið, ið drongur helt fyri bátsskipanini, eftir at hann hevði veitt fyrsta kalvan. Svabo nevnir hetta gildið, men sigur hann, at drongur helt tílíkt gildi, tá hann á havi hevði drigið ein fisk. Tað, menn nú vita frá at siga, hevur gildið verið hildið í sambandi við fyrsta kalvan, sum drongur veiddi, og nú varð hann roknaður sum rættur maður. Hetta gildið tykist hava verið eins og vígsla av unglingi til manndómsár. Vaðhald hevur verið hildið til um leið 1920, og hendi seg tá, at einir 30 vaksnir menn í bygdini, teir elstu um 80 ár á aldri, kundu verða bodnir í tílíkt gildi. Bátsgildi Bátsgildi hava menn hildið her á landi í langa tíð, men hvussu langt tað er síðani, at hesin siður tók seg upp, vita vit ikki. Hann, sum átti útróðrarbát, gjørdi bátsgildi fyri allari bátsskipanini. Í fornari tíð var báturin mest einmans ogn, men tá ið menn fara at fáa sær útróðrarbát, har eitt nú øll bátsskipanin átti bátin, so vóru teir so vanir við bátsgildini, at teir skipaðu fyri at halda tílík gildi í felag. Tá hildu teir helst bátsgildi heima hjá bátsformanninum. Í bátsgildum, eins og í øðrum gildum, mundi ovurnýtsla av brennivíni vist ofta koma fyri. Ein prestur í Vágum, sum kom hagar um leið 1880, helt bátsgildi fyri sínari bátsskipan fyrsta árið, hann var komin til landið, men vildi hann ikki, at brennivín skuldi nýtast í bátsgildi hjá honum árið eftir. Hann talaði ímóti brennivíninum sum siðspillandi, og endin var tann, at hesi gildi fóru at fækkast, og siðurin datt so við og við burtur har. Heystgildi Tað tykist, sum at menn í bygdini fyrr í tíðini hava várað og heystað í felag, og tá ið ávøksturin av bøi var komin til høldar, hildu tey heystgildi. Í hesum viðfangi kann vera vert at minna á, at sumstaðni fekk øll bygdin part, tá ið bátur hevði verið á útróðri, soleiðis at veiðan var býtt til øll í bygdini. Í støðum hava menn kallað heystgildi fyri fjallgildi, og tykjast heystgildi, fjallgildi, rættarærsgildi og garðarærsgildi stundum at hava verið eitt og sama gildi við fleiri heitum. Í nógvum bygdum var tað stórarbeiði at laða garðarnar, áðrenn seyðurin varð latin av bønum, ella áðrenn neytini fóru út. Oftast bleiv fjallgildið hildið stutt eftir, at skurðfjøllini vóru gingin. Gildismaturin so tíðliga til árs, tá ið hugsað verður um vetrarhálvárið, var vanliga feskt, kókað seyðakjøt, súpan, breyð ella drýlur, smør og annar viðskeri, og brennivín bleiv skonkt. Oftast varð farið upp á gólv undir tílíkum gildi. Stílurin meira útlendskur Siðurin við jólaborðhaldunum, ella jólafrokostunum, sum vit í dag kenna, er í søguligum høpi rættiliga nýggjur. Stílurin er meira útlendskur við professionellum undirhaldi, men hóast tað vil Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, ikki siga, at gomul føroysk mentan við hesum hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Vit eru sum fólk flest. At taka við frá øðrum er ikki serføroyskt. Siðir verða tiknir upp eftir øðrum, men verða tó ongantíð beinleiðis kopieraðir frá øðrum, men nakað broyttir, tillagaðir til okkara viðurskifti. Fyrr royndu tey helst at hava ein ávísan stíl. Føroyskur matur kom á borðið, teir spældu kort, fingu ein snaps og mangan varð farð upp á gólv. Veitsluluttakararnir vóru ivaleyst eisini meira við í mun til nú, at fólk eru meira passivir áhoyrarar og luttakarar, men eg haldi kortini, at føroyingar framvegis duga í størri mun enn onnur at vera meira aktivir. Flestu fólk duga enn nakrar sangir, men tað gongur helst tann vegin, at fólk gerast meira passivir luttakarar, sigur Jóan Pauli og leggur afturat, at hetta við veitsluhaldi er, sum við so nógvum øðrum, rættiliga ymiskt. Tað eru tey, sum gera eitt gott, stásiligt mentakvøld, men kann í øðrum førum gerast tann reina apufest. Jólafest Flestu tilkomnu munnu ivaleyst minnast aftur á tey ymisku jólahaldini, ella jólafestirnar, sum fyrst og fremst kristiligar samkomur og avhaldsfeløg skipaðu fyri, tá børnini eisini fingu pakka við sær heimaftur við onkrari frukt og piparnøtum. Jóan Pauli minnist eisini aftur á nýggjársfestirnar í Kedron í Sørvági, men teir, í dag væl kendu jólafrokostarnar, minnist hann einki til frá barnaárum. Miðskeiðis í sekstiárunum fór Jóan Pauli til Danmarkar í lestrarørindum, og tá var hesin siður við jólafrokostum so smátt við at taka seg upp. Soleiðis var eisini í lestrarumhvørvinum í Keypmannahavn, har tey eisini skipaðu fyri veitsluhaldi undan jólum. Heimafturkomin var hesin siður so smátt við at taka seg upp her heima. Serliga á teimum ymisku arbeiðsplássunum. Soleiðis var eisini á mínum arbeiðsplássi, men tá kom hvør við sínum fati, alt eftir hvat man dugdi at fáast við, samanskotsgildi sum onkur vil kalla tað, men so við og við broyttist tað til størri felagsborðhald, sum millum annað hotellini skipa fyri, og altíð við onkrum undirhaldi og tónleiki. Nú koma fólk ikki longur hvør við sínum fati. Hava ikki tíð at rokast heima, men vilja heldur rinda seg frá stríðnum. Hetta hevur so bert vundið upp á seg. Tað eru ivaleyst arbeiðspláss, sum nýta hendan møguleika til tað, tey kalla starvsfólkarøkt, heldur Jóan Pauli, sum vísir á, at hetta eru heilt natúrligar mekanismur, at tá hesi og hasi gera soleiðis, so skulu vit eisini. Alt hevur sín týdning At fólk skipaðu fyri ymiskum felags tiltøkum, heldur Jóan Pauli hava havt týdning á mangan hátt. Ikki minst um genta og drongur skuldu finna saman. Tað hevur verið og er meira tvørligt at fara heim og banka uppá hvør hjá øðrum. Tá er høgligari at hittast í onkrum veitslulag. Tá kann altíð okkurt spyrjast burturúr, tilvitað ella ikki, men um jólaborðhaldini er rætta høvið, kunnu ymiskar meiningar vera um. Í Skúvoy eru eisini møguleikar, men so mugu vit eisini við bjartskygni nýta teir møguleikar, sum eru, sigur Tummas Frank Joensen, sum í síni frítíð eisini fæst við og hevur góðar royndir av ferðavinnu í útoyggj. Tummas Frank er føddur og uppvaksin í Skúvoy, eini sonevndari útoyggj, sum hevur verið fyri somu lagnu sum aðrar smærri oyggjar við minkandi fólkatali mongu seinastu árini. Tummas Frank er ikki samdur við teimum, sum siga tað vera nyttuleyst at tosa og virka fyri útoyggjamenning. Men hann leggur afturat, at var hann ikki optimistur, búði hann ikki í Skúvoy, tí tað skal eisini til, saman við tí at gagnnýta tað tilfeingið, sum har er. Tummas Frank ásannar kortini, at stórur munur er á náttúrugivna tilfeinginum nú, og tá hann vaks upp í heimbygdini. Tað var tann tíð, í 1946, at tey tóku 70.000 lundar og 50.000 lomvigar og rændu 36.000 lomvigaregg, og fuglurin øktist í tali til 1955. Í dag er munandi øðrvísi. Frá barnsbeini vóru vit uppvaksin við fuglavinnuni, sum teir eldru løgdu okkum lag á, og sama við ræningini. Ræningadagarnir vóru høgtíðsdagar í bygdini, har alt bygdarfólkið luttók, hvør á sín hátt, og tað var tí heilt natúrligt, at áhugin fylgdi við og hevur verið har síðani. Nógv lív var í bygdini, sum einaferð taldi 166 fólk. Skúlaárini vóru 26 børn í skúlanum, og um sumrarnar fleiri enn 30, greiðir Tummas Frank frá. Eftir vanliga skúlan hevur Tummas Frank roynt seg á ymiskum vinnupallum, flestu árini til skips, bæði á heima- og fjarleiðum, og síðani 1980 hevur han siglt við Strandfaraskipunum. Frítíðarlívið hevur kortini altíð verið í heimbygdini, tí har hevur hann sæð og sær framvegis møguleikar. Bygdarráðslimur Tummas Frank er virkin, har hann er, og fleiri álitisstørv hevur hann havt millum ár og dag. Fleiri setur í bygdarráðnum, har hann framvegis hevur sæti. Kommunan er av teimum smæstu, og tí er rættiliga avmarkað, hvat ber til, men vit hava roynt at umsitið pengarnar so væl sum gjørligt, og mangt er komið av skafti. Vegirnir eru asfalteraðir, nýtt bátaspæl, brunaumstøðurnar eru bøttar við nýggjum vatnbrunni, og nú eru vit farin undir at fáa kloakkirnar í góðan stand, sigur Tummas Frank. Møguleikar í ferðavinnuni Spurdur um hvørja framtíð oyggin hevur, sigur hann seg vera sannførdan um, at har eru møguleikar, ikki minst í sambandi við ferðavinnuna, sum hann og konan hava fingist við í nøkur ár. Og hann letur væl at. Ferðafólkatalið økist fyri hvørt ár, og nú, tey fáa nýggjan Skúvoyarbát, gerast møguleikarnir enn betri og fleiri. Ikki er sørt av útlendskum ferðafólki, sum vitja oynna, mest danir, sum kalla tað bóndagarðsferiu. Teimum dáma sera væl at fáast við ymiskt, sum vit fáast við, og flestum teirra dáma væl føroyskan mat sum vit sjálvi gera til. Føroyingar hava altíð viljað sýnt gestum blíðskap uttan at taka pengar fyri tað, men her mugu vit broyta hugburð, tí útlendingar vilja heldur enn fegnir rinda fyri sínar upplivingar. Tað gera tey jú alla aðrastaðni, sigur Tummas Frank. Í sínum starvi umborð á strandfaraskipunum kemur Tummas Frank í samband við mong fólk, eisini útlendingar, og ikki er ov nógv sagt, at væl dámar honum at práta. Ja, serliga málkønur eri eg ikki, men tað heldur mær ikki aftur at práta við fólk uttan mun til, hvaðani tey eru. Tá fái eg eisini møguleika at greiða teimum frá einum og øðrum, sum tey lýða sera áhugað á, ikki minst okkara sjónarmið um grindadráp. Tað vísir seg eisini, at útlendingum, ikki minst teimum úr fjarskotnum londum, dámar sera væl at vitja á einari tílíkari útoyggj sum hesari, her ikki minst maturin, saman við serligu náturuupplivingunum, telja nógv, greiðir Tummas Frank frá, sum annars ikki hevur nakrar trupulleikar at fáa frítíðina at ganga í heimaoynni. Hann hevur verið seyðamaður í mong ár, og nakrar seyðir hevur hann eisini sjálvur, og tað fer við nógvari tíð. Hann hevur tveir abbasynir, sum koma á vitjan hvørt vikuskifti, tað liggur fyri. Tá fáast vit við seyð. Ganga í haganum og í fjøruni. Tað eru teir vanir við frá barnsbeini av, og so royni eg at leggja tað í teir, sum teir eldru í bygdini løgdu mær eina við, at vera varin og fara væl um alt tað náttúrugivna. Politiskt aktivur Tað er ikki bert kommunupolitikkur, sum hevur hansara áhuga. Tummas Frank hevur í mong ár verið limur í floksstjórn Javnaðarfloksins, og tvær ferðir hevur hann verið uppstillaður til løgtingið, og hann óttast ikki fyri at tala ímóti, og bersøgin er maðurin. Tað var hann eisini í sambandi við málið um Gerhard. Hetta er eitt mál, hvørs úrslit harmar meg ómetaliga nógv, so sjálvandi talaði eg at. Eg sigi mína ærligu meining á røttum stað og beinleiðis við fólk, sum eg havi nakað at siga við. Ikki aftan teirra rygg, sigur Tummas Frank, sum eisini ásannar, at onkuntíð hevur hann kanska verið í so bersøgin, og tað kann hann onkuntíð iðra seg um. Nýggjar barrikadur Tað blæsa nýggir vindar á evropeiska arbeiðsmarknaðinum og tann frælsa norðurlendska fakfelagsskipanin stendur í andgletti. Fakfeløgini í okkara parti av heiminum standa fyri stórum avbjóðingum, tí bæði uttaneftir og innanífrá koma broytingar. Broytingar, sum seta nýggj krøv til feløgini og teirra evnir at laga seg til nýggjar tíðir. Hetta er høvuðsboðskapurin í stórari samrøðu við Knut Roger Andersen, aðalskrivara í norðurlendska felagnum hjá alment settum, Nordisk Tjenestemandsråd, sum er prentað í Starvsblaðnum hesaferð. Frælsa norðurlendska arbeiðsmarknaðarskipanin, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skipa viðurskiftini, er í dag ein minnilutaskipan. Bróðurparturin av londunum í Evropa áseta í dag, í størri ella minni mun, minstuløn við lóg. Antin beinleiðis ella við at upphevja sáttmálar til lóg at galda fyri heilar bransjur. Samstundis hevur ES-dómstólurin knæsett eina dómsvenju, sum avmarkar møguleikarnar hjá fakfeløgunum at nýta stríðstig móti órganiseraðum arbeiðsgevarum. Hetta, at lóggávuvaldið og dómsvaldið leggja seg út í felagsfrælsið á arbeiðsmarknaðinum, eru ófrættakend tíðindi fyri okkum, sum seta frælsu fakfelagsskipanina høgt. Norðurlendska avtalumodellið, har myndugleikarnir áseta fortreytirnar fyri vælferðarsamfelagið og partarnir á arbeiðsmarknaðinum avtala løn og arbeiðskor, hevur prógvað sítt virði. Skipanin hevur verið við til at tryggja okkum framburð, fólkaræði og frið, og tí ger norðurlendska fakfelagsrørslan eisini manngarð um hesa skipan. Eisini her heima er ágangur á frælsu arbeiðsmarknaðarskipanina. Vit upplivdu tað millum annað í sambandi við verkfallið á Sjúkraflutningstænastuni várið 2010. Tá var fyrsta niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrættinum, at verkfallið ikki varð fráboðað við nóg langari freist. Hetta hóast vit als onga fráboðanarfreist hava avtalað í okkara sáttmála. Í fjør varð uppskot um semingslóg lagt fyri tingið, har millum annað freistir vórðu ásettar. Tó fingu fakfeløgini ávirka hesar ásetingarnar í síðstu løtu. Síðani hevur arbeiðsgevarasíðan reist kravið um fráboðanarfreist við samráðingborðini í heyst. Nú eru nakrir sáttmálar undirskrivaðir, ið hava avtalu um freistir, tá verkfall verður fráboðað. Tó styttri freistir enn lógin hevði ásett, um feløgini ikki megnaðu at fáa tær ásetingarnar í lógini broyttar. Stóri hugurin hjá myndugleikunum at avvápna fakfeløgini kom greitt til sjóndar, tá ið manningarfeløgini í vetur hóttu við at leggja strandfaraskipini, eftir at sáttmálasamráðingarnar slitnaðu. Landsstýrismaðurin vildi steðga verkfallinum við lóg - longu áðrenn tað varð sett í verk. Eitt, í norðurlendskum høpi, púrasta óhoyrt inntriv í rættin til stríðsstig í eini frælsari fakfelagsskipan. Sum tíbetur var steðgað í 12. tíma. Boðskapurin hjá Knut Andersen er, at fakfelagsrørslan hevur tey amboð, sum skulu til fyri at loysa trupulleikarnar við sosialari dumping. Og hesum eru vit samd við honum í. Hinvegin vísir hann á, at fakfeløgini nógva staðni í norðurlondum uppliva eina limaflýggjan og hava fingið eina yvirumboðan av eldri limum, sum helst er eitt tekin um, at feløgini ikki hava dugað nóg væl at umstilla seg til nýggjar tíðir. Samfelagið hevur verið ígjøgnum eina mentanarliga kollvelting. Tey individuellu krøvini og hugburð­ urin at hoyra til felagsskapir og hugtøkini kring tær klassisku samfelagsstættirnar eru broytt. Men fakfelagsrørslan hevur ikki tikið hetta mentanarliga umskiftið í nóg stórum álvara, heldur hann. Fakfelagsrørslan í Føroyum hevur tíbetur ikki uppliva ta limaflýggjan, sum vit hava sæð í londunum kring okkum. Vit kunnu fegnast um, at organisatiónsprosentið í Føroyum helst er methøgt. Men rákið rundan um okkum minnir okkum á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit duga at umstilla okkum til nýggjar avbjóðingar og duga at at møta limunum, har teir standa í dag. Og vit eru púra samd við Knut Roger Andersen, tá hann sigur, at tað hevur ongantíð verið so nógv brúk fyri fakfeløgum sum nú, tí arbeiðsmarknaðurin er meira óútrokniligur enn hann nakrantíð hevur verið. Tað er lættari at blíva uppsagdur. Fleiri arbeiða niðursetta tíð. Nógv eru fyribils sett. Tað er trupult hjá fólki at seta føtur undir egið borð. Og her hjá okkum hevur stríðið fyri løntakararættindunum helst ongantíð verið so týdningarmikið - og trupult - sum undir verandi samgongu. Tað kann vera, at barrikadurnar og tað klassiska stættarstríðið ikki eru, sum tey plagdu at vera. Men hvørki barrikadurnar ella stríðið eru burtur. Barrikadurnar eru bara fluttar, og okkara avbjóðing sum felag er at laga okkum til broytingarnar, og at fáa limirnar at skilja hvussu stóran týdning tað hevur at vera skipaður í felag á dagsins arbeiðsmarknaði. Journalistikkurin liggur í blóðinum Flestu munnu kenna hann, ikki minst eftir at hann á sjónvarpsskíggjanum trínur innar í hvørt føroyskt heim. 32 ára gamli Finnur Koba er, sum hann sjálvur tekur til, meira ella minni uppvaksin í familjufyritøkuni Dimmalætting, har dagliga leiðin gekk hvønn dag eftir skúlatíð. Abbin, Georg Lindenskov Samuelsen, var blaðstjóri, mamman Beate arbeiddi har sum journalistur, og prentararnir vóru nærum allir eisini nærmasta familja. Finnur greiðir frá, at fyrstu blaðgreinarnar skrivaði hann meðan hann gekk í 10. flokki. Tað var í eykablaðið Krydd, sum kom út hvønn mikudag saman við Dimmu. Eftir 10. flokk fór hann í studentaskúla, pakkaði Dimmu eftir skúlatíð, og eftir eftir tíðina í Hoydølum stóð honum í boði arbeiði á Dimmu. Hálvtíðarstarv á Marknaðardeildini og hina helvtina av tíðini at skriva og pakka blaðið. Hugurin stóð til journalistikkin og tí var eitt eitt-ára grundskeið á journalistháskúlin í Kungälv eitt gott boð. Eftir hetta var hann aftur á Dimmu eina tíð, men fór so á lærda háskúlanum í Århus at nema sær útbúgtving í analytiskum journalistikki. Eftir lokna útbúgving fekk Finnur starv í Miðlahúsinum, til hann í 2011 fekk starv í Kringvarpinum. Eg havi sostatt arbeitt á Dimmalætting, har eg lærdi almikið um tað journalistiska arbeiði, nakrar ferðir í Kringvarpinum fyrst sum avloysari, har eg fekk høvi til at arbeiða við mongum fjøltáttanum uppgávum, og á Sosialinum, har eg lærdi at skriva søgur sum selja, leggur hann afturat við einum skálkabrosi. Júst hetta at kunna virka á so mongum ymiskum økjum er tað sum eyðkennir føroyska miðlalandslagið, tí her skulu øll verða før fyri at átaka sær ta uppgávu, teimum verður litin til, sigur Finnur sum leggur aftrat, at tú veit Eitt spennandi skeið við nógvum avbjóðingum Seinnu samráðingarnar gingu væl og vit gjørdu ein trý ára sáttmála við eini lønarhækkan, sum vit kundu góðtaka. Tað, sum var mest umráðandi var, at vit sluppu undan at skattapolitikkur, sum vit onga ávirkan hava á, varð innroknaður í okkara lønartalvu. Vit fingu eisini gjørt avtalu um, at vit skulu arbeiða við nøkrum málum í sáttmálaskeiðnum, soleiðis at vit til næstu samráðingar kunnu avgreiða málini uttan at nýta nógva tíð uppá tey, í sambandi við sjálva samráðingina. Vit vóna at hetta kann gerast ein leistur fyri fleiri mál. Eftirlønin hevur eisini fylt nógv í hesum seinasta skeiðinum, men har eru vit ikki komin á mál enn. Sum flestu kunnugt ætla vit, saman við øðrum fakfeløgum, at keypa LÍV. Hetta hevur tikið nógv longri tíð, enn vit av fyrstan tíð høvdu væntað. Eg haldi at tað er sera góð avgerð at keypa LÍV, soleiðis at limirnir fáa allan ágóðan av felagnum. Hetta hevur mín stóra áhuga, so vónandi røkka vit á mál innan ikki ov langa tíð. Í sambandi við arbeiðið at gera nýggja strategi fyri Starvsmannafelagið settu vit nakrar bólkar í nevndini at arbeiða við ymiskum evnum. Eg sitið í tveimum bólkum. Tann eini arbeiðir við at gera nýggja lønartalvu, sum vónandi kemur at galda fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin, meðan hin bólkurin arbeiðir við at nútímansgera sáttmálan. Tá ið landsstýrið setti Sjónvarpsbygningin í M.A Winthersgøtu til sølu, sóu vit ein góðan møguleika at bjóða uppá henda bygningin. Ein møguleiki, sum ikki kemur aftur. Tað var meiriluti í nevndini at leggja eitt boð inn. Endin varð, at vit áttu einasta boðið. Vit hava tí, sum flestum kunnugt, keypt bygningin og hava stórar ætlanir við honum, sum tit eisini fara at síggja og hoyra um á aðalfundinum. Her vóna vit, at vit kunnu samla fleiri fakfeløg undir sama taki, so vit kunnu samarbeiða um til dømis bókhald og sakførara. Fakbólkarnir, sum vit hava arbeitt við at seta á stovn, eru vit við at koma mál við. Eitt sindur ójavnt er hvussu undirtøkan hevur verið, men hesir verða vónandi eitt aktiv fyri felagið. Eitt annað sera spennandi, sum vit fingu avtalað við seinastu samráðingar, var, at vit skuldu gera eitt felags tiltak á hvørjum ári. Tað fyrsta tiltakið var Ráðstevna í Norðurlandahúsinum um sosialan kapital. Eitt sera áhugavert evni, og ikki kann sigast annað enn at hendan ráðstevnan var væl eydnað. Ætlanin er eisini at hava eitt tiltak í vár, men enn er ikki avgjørt hvat evni verður. Samráðingar verða aftur á heysti 2015, og eg gleði meg til enn eitt spennandi skeið við nógvum avbjóðingum í nevndini. Ársfrágreiðingin 2013-2014 53. aðalfundur felagsins verður hildin 8. mars, altjóða kvinnudagin. Hesa ferð seta vit tykkum stevnu í hølum við søguligum dámi. Aðalfundurin verður hjá Öström á Skálatrøð. Tað kennist løgið, at eitt ár longu er gingið. Tíðin gongur skjótt, ja, hon rennur avstað. Eisini farna árið hevur verið hendingaríkt, avbjóðandi og mennandi. Ársfrágreiðingin lýsir virksemi felagsins, tó tað ongantíð fer at vera gjørligt at allýsa allar tættir. Takk fyri farna árið. Vit líta frameftir í teirri vón, at nýggja árið bjóðar okkum nýggjar møguleikar og spennandi avbjóðingar. Sum siðvenja er, so verður aftur gestarøðari á aðalfundi okkara. Í ár verður Sjúrður Skaale okkara gestur. Hann eigur nógvar talentir, og vit kunnu vænta okkum at verða provokeraði og fáa sett veruleikan í øðrvísi perspektiv og uttan iva eisini at verða undirhildin. Nevndarval eigur at vera á skránni. Tveir nevndarlimir standa fyri vali, Niels á Reynatúgvu og Svend Seloy, og báðir hava avgjørt at stilla uppaftur. Tá freistin at stilla upp var úti fyrsta februar, høvdu bert teir báðir stillað upp, og hetta merkir, at teir tískil longu eru valdir fyri komandi trý árini. Hjartaliga til lukku við afturvalinum tit báðir. Varalimir standa fyri vali hvørt ár og tí verður val til varasessirnar. Tey, ið vórðu vald sum varalimir á seinasta aðalfundi eru Hilmar Augustinussen og Jóngerð Simonsen. Vit bjóða tykkum øllum vælkomnum til aðalfund Starvsmannafelagsins 2014. Almennar viðmerkingarog politiska støðan Tunlar, makrelur og sild, fólkaræði, whistleblowing og tollur hava verið nøkur av stóru evnunum, ið hava merkt kjakið farna árið. Og hvørt mansbarn kennir tríggjar bókstavir, tann eini teirra er tó ikki góðkendur í okkara stavraði. Meðan hesi orð verða fest á blað, hava allir flokkar sagt seg standa aftanfyri eina semju um tunnilsmálið, ið koppaði einum landsstýrismanni í fjør og sum hevur verið á breddanum í mong ár. Tað skal samtykkjast í løgtinginum, áðrenn greitt er, um koyrandi verður gjøgnum tunlarnar undir Tangafirði og undir Skopunarfirði ætlandi í 2021. Breiðar semjur hava í ólukkumát manglað á okkara høga tingi. Og uttan at taka støðu fyri ella ímóti tunlum, so er tað jaligt at síggja, at breiðar semjur eru møguligar. Viðvíkjandi makrelinum, so hava strandalondini enn ikki fingið avtalu í hús um býtið av kvotuni. Tað ljóðar nú, at partarnir standa ikki langt frá hvørjum øðrum og at vón er, at semja verður funnin. At fleiri ár skulu ganga uttan nakra avtalu er álvarsamt. Skipað viðurskifti og avtalur landanna millum mugu vera gongda leiðin. Hvussu vit venda og snara tí, so er tað álvarsamt fyri vinnuna og landskassan, at vit harafturat vórðu rakt av einum innflutningsbanni í fjør. Neyðugt er at fáa loysn á trætuni. Eisini er neyðugt við greiðum og skipaðum reglum her á landi um, hvussu havsins ríkidømi skal býtast millum skipini, og at okkara felags kassi fær ein dyggan part av teim inntøkum, havsins gráa gull kastar av sær. Samfelagið skal rúma okkum øllum. Og er vilji til tess, so er fólksins ogn so ríkilig, at hon kann tryggja øllum føroyingum sømilig kor og væl tað. Ongin skal kenna seg liva av olmussu. Vit hava allar møguleikar at tryggja eitt vælferðarsamfelag, ið bæði skal virðast og mennast. Eisini seinasta árið hava vit sæð stórar og álvarsamar broytingar. Okkara Landsbanki, ein óheftur stovnur, bleiv tikin av og í staðin samtykti politiski meirilutin at eitt Gjaldsstovuráð skuldi setast á stovn. Eitt heilt ráð, Innlendismálaráðið, varð avtikið í sambandi við, at løgmaður gjørdi greitt, at ov nógv politiskt rumbul stóðst av landsstýrismanninum í innlendismálum, og hann tí bleiv koyrdur frá í úrtíð. Viðurskiftini kring málið um fíggingina av privatu Skálafjarðatunnilsætlanini hava viðført, at kanningarstjóri varð settur at kanna leiklut løgmans og innlendismálaráðharrans. Hesin kanningarstjóri, ið eisini er formaður fyri Gjaldsstovuráðið og tí føddur formaður í Samhaldsfasta Arbeiðsmarkn aðareftirlønargrunninum, er sakførari og hevur millum annað ført mál fyri sitandi fíggjarmálaráðharra. Hann er eisini sakførari hjá Løgmansskrivstovuni í máli, sum Starvsmannafelagið hevur lagt fyri Føroya Rætt og tað kom eisini fram, at hann hevði ringt til ábyrgdarhavandi fyri Portal.fo, tá søgan um tollmálið hjá fíggjarmálaráðharranum kom aftur í ljósmála fyri ársskiftið. Setti kanningarstjórin og leiðslan fyri Løgtingsskrivstovuna eru komin ásamt um, at annar kanningarstjóri skal setast. Leitað verður í løtuni eftir øðrum kanningarstjóra. Seinni í ársfrágreiðingini verður greitt frá um eftirlønarlógina. Tá eftirlønarlógin aftur var til hoyringar seint í heyst, upplivdu vit, at hon var til fyrstu viðgerð, áðrenn freistin at koma við hoyringssvarum var úti. Hetta er óhoyrt - og tað hava vit eisini gjørt greitt. Tað sáar mistreystið og misálit, tá demokratisku spælireglurnar ikki verða virdar. Flokkarnir A, B, D og H tóku við valdinum í novembur 2011. Samgongan hevur nú 18 av teimum 33 sessunum í løgtinginum. Hetta er eftir at Sjalvstýrisflokkurin tók seg úr samgonguni í heyst, eftir at landsstýrismaðurin varð koyrdur frá. Skeiðið er nú gott og væl hálvrunnið Vit hava sæð fleiri og álvarsamar broytingar. Undanskattingina av okkara eftirlønum at fíggja ósolidariska flatskattin, okkara svarta desember 2011, gloyma vit ongantíð, ongantíð. Ósolidariski og skeivt fíggjaði flatskatturin hevur givið teim vælbjargaðu stórar skattalættar, meðan lág- og miðallønt hava fingið millum lítið og onki. Skulu hjólini mala, eru tað tær lægru og miðal inntøkurnar, sum skulu fáa ein lætta, og hesar hava og høvdu veruliga skattalættan fyri neyðini. Verður skattalættin øðrvísi fíggjaður og býttur solidariskt, fer hann at seta størri ferð á samfelagshjólini. Hetta at geva teimum, ið eiga mest frammanundan og sum tískil leggja lítið meira eftir seg, merkir, at tey hava betri ráð at leggja enn meira til síðis og annars eisini at brúka aðrastaðni enn heima á klettunum, millum annað til fleiri uttanlandsferðir. Og tað hevur eisini víst seg. Sokallaðu spin-up effektina, hava vit ikki sæð nógv til. Tá skattareformurin varð samtyktur tollaksmessudag í 2011, varð fleiri ferðir ført fram á tingsins røðarapalli, at hesin skattalætti skuldi geva landskassanum milliónir í eyka inntøkum, tí fólk fóru at leggja meira eftir seg. Heldur vóru tað tey við vanligari løn, ið skuldu arbeiða meira. Og vit vita, at hjá tí almenna er torført hjá fleiri at fáa fulltíðarstarv, tíansheldur at fáa loyvi at arbeiða meiri. Og hvussu nógvar uppsagnir hava vit ikki sæð? Og tað eigur eisini at vera ríkiligt at selja sína arbeiðsmegi í einum fulltíðarstarvi og ikki skula kenna seg noydda at stríðast fleiri tímar afturat einum fulltíðarstarvi. Er vilji til tess, er sjálvsagt gjørligt at broyta og rætta ósolidariska og skeivt fíggjaða skattalættan. Og tað eigur at verða gjørt. Lat okkum fáa fleiri breiðar semjur, lat okkum síggja, at demokratiskar spælireglur verða virdar, steðgið skerjingunum, so samfelagstænastur ikki vikna enn meir og enn fleiri skulu standa við einum óunniligum hoyringsskrivi í hondunum. Fíggið skattalættar við inntøkum frá Fólksins Ogn. Og lat okkum sum samfelag vísa tolsemi og nýhugsan. Vit eiga eitt serstakt og framúr vakurt land, ið hevur so stórar møguleikar fyri menning og framburði. Førleikamenning Í árinum, sum fór, setti Starvsmannafelagið evnið førleikamenning á dagsskránna. Bæði sáttmálar og starvsfólkapolitikkur landsins hava ásetingar um, at starvsfólk hjá tí almenna skulu hava skeið og útbúgving, so at tey alla tíðina menna seg fakliga og vera før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum. Felagið hevur tó havt varhugan av, at ásetingarnar verða ikki tiknar í álvara á øllum stovnum, og hevur tí avgjørt at varpa ljóð á málið. Ein vegleiðandi spurnakanning, sum felagið skipaði fyri millum álitisfólk í desember í fjør vísti, at øll álitisfólkini eru áhugað í førleikamenning. Men av teimum spurdu svaraði fleiri, at teirra arbeiðspláss skipar ikki fyri førleikamenning. Og eisini segði út við triðingurin seg ongantíð hava verið til starvsfólkasamrøðu, hóast sáttmálin hevur greiðar ásetingar um hettar. Vit hava sett fokus á týdningin av førleikamenningini í almennum greinum og í Starvsblaðnum. Á fundi fyri nývaldu álitisfólkunum á Hotel Føroyum, varð førleikamenning eitt av evnunum, har umboð fyri arbeiðsgevararnar, undirvísingarverkið, Starvsmannafelagið og starvsfólk greiddu frá. Førleikamenning verður eisini umrødd á aðalfundinum. Felagið hevur í seinastuni fingið greiðar ábendingar um, hvussu stóran týdning tað hevur at limir felagsins støðugt verða mentir fakliga. Í fleiri uppsagnarmálum er týðiligt, at eitt nú fólk í skrivarafunktiónum og aðrir limir hava noyðst at lúta fyri fólki við akademiskum førleika. Fyri okkum sum felag er tað ógvuliga umráðandi at tryggja, at limir okkara ikki tapa í kappingini við aðrar fakbólkar og gerast føst í arbeiðsloysisfelluni, tí at fakligu førleikar teirra ikki eru hildnir við líka. Tískil eru avtalurnar um strategiska førleikamenning eitt mál, sum felagið tekur í størsta álvara. Miðfyrisitingin skal endurskoðast Landsstýrið er farið undir arbeiðið at umskipa og savna miðfyrisitingina, sum Normann Christensen legði lunnar undir í kreppuni. Í hesum sambandi hevur Starvsmannafelagið lagt seg eftir at ávirka tilgongdina, so at fyrilit verða tikin fyri starvsfólkunum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum og sum arbeiða í miðfyrisitingini. Talan um um eini 75 fólk tilsamans. Starvsmannafelagið hevur havt tætt samskifti við arbeiðsbólkin, sum fyrireikar bygnaðarbroytingarnar. Í hesum sambandi hevur felagið mint myndugleikarnar á ásetingarnar um førleikamenning og og ikki at sleppa limum felagsins upp á fjall í tilgongdini. Starvsmannafelagið er ikki ímóti, at skipanirnar verða eftirhugdar. Men felagið vil tryggja sær, at rationaliseringarnar ikki verða framdar við bindi fyri eyguni, so at fólk við akademiskum førleika verða tikin framum fólk, sum eru útlærd og upplærd í skipanini og bæði hava dyggar førleikar og stóra realkompetansu. Lærlingar Tað vóru sonn gleðiboð, tá tað í heyst frættist, at stovnarnir undir landinum í framtíðini fáa álagt at seta skrivstovunæmingar. Fíggjarmálaráðið hevur fyrr heitt á landsins leiðarar um at taka fleiri lærlingar, men hetta hevur ikki víst seg at muna nóg væl. Og tískil verður nú farið eitt stig víðari. Sum skilst kemur lærlingakravið møguliga sum lóg. Tað, sum hevur ligið í kortunum, er at áseta lærlingakvotur, soleiðis at stovnar við ávísari stødd altíð skulu hava lærlingar. Starvsmannafelagið hevur í fleiri ár gjørt vart við trupulleikan, at tað ikki hava verið settir lærlingar í landsins umsiting. Tað er neyðugt at seta við og at seta lærlingar, um vit skulu hava eitt samfelag við fjøltáttaðum útbúgvingarmøguleikum og hevur hetta eisini týdning, nú alt má gerast fyri at skapa møguleikar fyri fólkavøkstri. Á sama hátt sum í málinum um førleikamenning, so hevur lærlingastøðan stóran týdning, um vit skulu fáa eina virkandi fyrisiting, sum hevur starvsfólk við teimum røttu førleikunum. Starvsmannafelagið hevur gjørt vart við, at tað er ynskiligt, at landsins myndugleikar eisini viðgera spurningin hvussu lærlingakravið skal fíggjast. Kravið um lærlingar má undir ongum umstøðum ganga út yvir verandi starvsfólkahóp ella hava aðrar óhepnar avleiðingar fyri landsins stovnar. Lærlingakravið er eitt skilagott og neyðugt stig. Men tað má ikki gerast steinur omaná byrðu hjá stovnunum, sum longu eru ríkiliga sperdir. Húsaverkætlanin Fyrireikingarnar at umbyggja húsini, sum Starvsmannafelagið hevur keypt frá Kringvarpinum ganga støðugt framá. Avgjørt varð at taka av skitsuuppskotinum hjá arkitekum 99. Seinasta hond verður nú løgd á tekningarnar. Byggiloyvi skal útvegast og síðani verður arbeiðið boðið út. Ætlanin er at nýggja húsið skal verða nýggja felagshúsið hjá Starvsmannafelagnum, sum í dag heldur til í grannahúsunum í J.H.Schrøtersgøtu 9. Felagnum tørvar meira pláss, ikki minst eftir at fleiri fakbólkar eru skipaðir í felagnum. Ynskið er og møguleiki er fyri, at onnur fakfeløg leiga sær skrivstovur í bygninginum, so at húsini kunnu virka sum ein miðdepil hjá føroyskum fakfeløgum. Her eru stórir møguleikar at troyta. Ætlanin er eisini at hava eitt stórt auditorium í bygninginum, har møguleiki verður at hava fyrilestrar og onnur størri tiltøk. Ætlingin er, at bæði tey sum brúka bygningin til dagligt og onnur kunnu nýta tað stóra alrúmið. Av fíggjarligum og praktiskum grundum verður húsaverkætlanin skipað sum sjálvstøðugt smápartafelag. Anna Johannesen, sum dagliga starvast sum felagsskrivari hjá Starvsmannafelagnum er stjóri í smápartafelagnum Fólksins Hús. Í summar flutti sjónvarpið niðan í Sortudíki og húsini skuldu tí standa tóm eina tíð, meðan fyrireikingar vóru í gongd. Tó vildi tilvildin, at Taks hevði tørv á hølum og vit gjørdu avtalu, at tey leiga frá okkum í nakrar mánaðir, meðan húsini annars høvdu staðið tóm. Leigumálið gongur út seinni í ár og er lagt soleiðis til rættis, at tað ikki hevur ávirkan á byggiætlanina. Gongst sum ætlað, verður umbyggingin liðug á sumri 2015. Kristian Rasmussen, verkfrøðingur er settur sum byggiharraráðgevi. Hann skal vera faklig høgra hond hjá Starvsmannafelagnum og bygginevndini í øllum byggimálinum. Fakfelagssamstarvið Eftir sáttmálasamráðingarnar í 2012 eftirmettu fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum gongdina og støðuna. Niðurstøðan var, at samstarvið er týdningarmikið og skuldi halda fram. Forkvinnur og formaður hittast á fundi einaferð um mánaðin og er Anna Johannesen skrivari. t.v.s. tey sum dagliga arbeiða á skrivstovunum hjá feløgunum, regluligar fundir. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru aftur partur av Fakfelagssamstarvinum, og hetta fegnast vit sjálvsagt um. Hini fakfeløgini eru Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið. Saman hava vit møtt til fleiri hoyringar hjá ymsu løgtingsnevndunum og sent felags hoyringsskriv og ummæli. At tað er í felagsskapi, vit standa sterkast, svitast ikki. Vit eru fegin um góða samstarvið. Eisini samskiftið og samstarvið við hini fakfeløgini er gevandi og sjálvsagda leiðin at ganga og at menna. Stovnan av fakbólkum Starvsmannafelagið hevur arbeitt í eina tíð við at endurskoða bygnað felagsins, har ein arbeiðsbólkur, saman við einum fylgibólki, hevur fyrireikað arbeiðið. Sum tit vita, fevnir Starvsmannafelagið sera breitt fakliga. Tí varð mett, at tað var tørvur á at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri okkara limir. Endamálið við fakbólkunum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Niðurstøðan av arbeiðinum varð, at vit gera 17 fakbólkar í felagnum, har vit hava samansjóðað fakini, ið vit meta eru í familju við hvørt annað, í hesar bólkar. Trý áhugafeløg vóru longu, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Tey eru Sosialráðgevarafelagið, Bókavarðafelagið og Læknaskrivarafelagið. Síðani hava vit stovnað hesar fakbólkar, og sett arbeiðsnevnd í hvønn bólkin at sjóseta teir. Biolog- og laborantfólk, í nevndini eru Krístin Baldvinsdóttir, Jórun Mørkøre, Mourits Mohr Joensen og Ann Siri Hentze. visiónsarbeiðið. Í visiónsarbeiðinum hevur nevndin sett sær 6 fokusøki at arbeiða við. Arbeiðið við fakbólkum og bygnaði annars er eitt av fokusøkjunum, ið felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við. Nevnd og umsiting vóru í deplinum í Skálavík vikuskifti 12. til 14. apríl 2013, har vit arbeiddu við at konkretisera visiónsarbeiðið og gjørdu vit eina tíðarætlan og arbeiðsbýti fyri hvørt fokusøki. Eisini brúktu vit arbeiðsvikuskifti at arbeiða við øðrum málum, so sum at orða ymiskar reglugerðir og at leggja framtíðarætlan fyri arbeiði felagsins. Eftirlønarlógin og lív Nýggj eftirlønarlóg varð sett í gildi á nýggjárinum. Vit hava bíðað eftir eftirlønarreformi, ella pensjónsnýskipan, í fleiri ár. Lítið restaði í, at fáa eitt heilskapað uppskot á heysti 2011. Fakfeløg og aðrir felagsskapir høvdu verið við í drúgvu tilgongdini, og ein heildarætlan var næstan í pottinum. Vit høvdu verið á fleiri kunnandi fundum, fundum við arbeiðsbólkin, skrivað ummælisskriv og havt annað samskiftið í drúgvu tilgongdini. Fyri síðani at vera vitni til, at tá nýggj samgonga varð skipað seint á heysti 2011, so varð okkara eftirlønarskipan kollrend 23. desember og forskatting av eftirlønini sett í verk. Vit gloyma ikki gerðina. Vit vita, hvør avbjóðingin er viðvíkjandi fólkasamansetingini, og hvørjar avleiðingar undanskattingin fær fyri framtíðina. Peningurin verður givin í flatskattalætta, og er ein sonn hóttan móti tí, vit ynskja at kalla vælferðarsamfelag. Hesin skeivt fíggjaði og órættvísi skattalætti avlagar fíggingina av okkara eldru árum, tí vit í dag brúka tann pening, ið skuldi verið partur av skattagrundarlagnum í komandi árum. Tað, ið nú er sett í verk, er bert uppsparingarparturin. Tískil bert ein partur av eini heild. Sjálvsagt skuldi heildin verið kend og allýst, tá lógin varð send til hoyringar og áðrenn hon varð sett í verk. Fakfelagssamstarvið hevur staðiliga átalað, at ein lóg bert er kend í pørtum og at hoyringssvar tí eru skrivað við teirra fortreyt at fleiri faktorar eru ókendir. Breitt samstarv og álit eru neyðug, skulu reformar setast í verk og fólkið taka væl ímóti teimum. At byggja upp tekur langa tíð, og at bróta niður onga tíð Limir felagsins hava allir eina eftirlønaruppsparing. Henda er ásett í okkara sáttmála og flestallir limir hava 15% í eftirlønaruppsparing. Okkara avtala er við LÍV og eiga limirnir polisur í antin LÍV2 ella LÍV3, ið er gamla LÍV1. Nógv rumbul og ivamál hava verið, nú tvungin uppsparing varð sett í verk. Fyri limir felagsins er ikki neyðugt at skulu gera nakað í sambandi við komandi tvungnu uppsparingina. Bert um limur hevur aðra inntøku, ið liggur uttanfyri sáttmalaøkið, til dømis venjarastarv, og ikki fær eftirløn afturat hesi, er neyðugt at gera nakað. Og her hevur tú møguleika at gagnnýta verandi polisu í LÍV2 ella stovna nýggja polisu, um tín uppsparing í dag er í LÍV3. Vit hava lagt fitt av peningi av til eftirløn seinnu árini og eru tí heilt væl fyri í sambandi við vanligu lønina. Tó er tað ein avbjóðing, ið liggur fyri framman, at vit enn ikki eiga eftirløn av øllum gjøldum, her undir vaktargjøldum og yvirtíðarlønum. Okkara ynski er sjálvsagt, at allir limir eru væl stillaðir, og hetta taka vit upp, tá samráðingar aftur verða á skránni. Vit skulu eisini gera greitt, at vit sjálvsagt leggja dent á, at fólk, ið á einhvønn hátt eru skerd og tí fáa útgjald frá tí almenna, sjálvsagt eiga at fáa eftirlønargjald omaná sina inntøku, og hava givið myndugleikunum boð um hetta. Og harafturat, at eftirlønargjald eisini skal leggjast afturat ALS gjaldi og barsilspeningi, so tey, ið fáa hesar veitingar, ikki skulu rinda av tí sindri tey fáa. Fólk skulu ikki vera fyri vanbýti. Sum samfelag skulu vit altíð stríðast fyri, at ongin dettur niðurímillum og er tað ein felags ábyrgd at tryggja øllum sømilig kor. Á aðalfundinum verður komið nærri inn á viðurskiftini í sambandi við keypið av LÍV. Tilgongdin er blivin nógv drúgvari enn ætlað. Tryggingareftirlitið er góðkennandi myndugleiki. Partarnir undirskrivaðu treytaða keypsavtalu ultimo 2012. Henda bleiv send Tryggingareftirlitinum. Mánaðarskiftið mars og apríl 2013 var greitt, at eftirlitið ikki tá góðkendi keypið. Síðani hava partarnir endurskoðað og arbeitt víðari við keypsavtaluni. Okkara vón er, at komið verður á mál seinni í ár. Samlagstryggingin Samlagstryggingargrunnurin hevur aðalfund hóskvøldið eftir aðalfund felagsins. Í ár verður aðalfundurin tískil 13.03. og eins og undanfarin ár í hølum felagsins. Nevndin hevur arbeitt við støðugt at lækka gjaldið. Tað er nú 1 % og hevur verið eitt prosent nú í nøkur ár. Okkara skipan er soleiðis háttað, at prosentið verður tikið av eftirlønaruppsparingini, lagt afturat a inntøkuni, skattað og síðani flutt grunninum. Øll útgjøld eru skattafrí og tí er tað skattaður peningur, ið verður fluttur í grunnin. At gjaldið støðugt er lækkað, hevur ikki merkt, at okkara tryggingar hava verri dekning enn áður. Heldur er okkara samlagstrygging styrkt og leggur nevndin seg eftir áhaldandi at virka fyri betri treytum og sømdum. Nýggja eftirlønarlógin setir krøv um samlagstrygging og hesi lógarkrøv lúka vit longu nú. Fasti gerðarrættur Vit fegnast um nøkur prinsipiell mál, ið bæði vit sjálvi, onnur feløg og vit, saman við øðrum, hava vunnið í Fasta Gerðarrætti. Kann nevna málið um valdagin í Kringvarpi Føroya, lønina hjá fakligu leiðarunum í Nærverkinum og málið um viðbøturnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Tó harmar tað okkum, at alt fleiri mál tykjast enda í rættinum. Tað vardi okkum ikki og er hugstoytt, at vit fyri kortum máttu leggja mál fyri Fasta Gerðarrætt um kostnað av flokkingum í sambandi við sáttmálasamráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í fjør. Samráðingar, ið annars gingu heilt væl og sum sáttmálapartarnir løgdu nógv fyri at fáa undir land. Hetta málið verður væntandi avgjørt í vár og verður tikið aftur í aftur málið á aðalfundinum. ALS Ársbyrjan 2013 var turbulent fyri ALS. Málið viðvíkjandi stjóranum fylti nógv í miðlunum og eisini hjá okkum fakfeløgum. Slíkt má ikki endurtaka seg. Tað, at barnið ikki varð kallað við sínum egna navni frá byrjan, gruggaði málið og fekk harmiligar fylgjur, ið kundu verið umgingnar. Tó fekk málið í hvussu er ta positivu avleiðing, at tá tað aftur bleiv søkt eftir stjóra, bleiv lønin endurskoðað og eisini lækkað. Gylt lógvatøk skulu heldur ikki góðtakast. Hinvegin skulu greiðar setanar- og uppsagnartreytir galda. Stýrið verður valt fjórða hvørt ár og val var sambært reglunum í heyst. Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava valt Óluvu í Gong sum stýrislim; varalimur er Súni Selfoss. Arbeiðsloysið er lækkað og tískil eru færri, ið fáa útgjald úr grunninum. Hetta er sjálvsagt gleðiligt í sjálvum sær, og tað er eisini positivt fyri fíggjarstøðu grunsins, ið er undir trýsti. Eitt áhugavert átak, ið ALS er farið undir í heyst, eru vitjanir kring landið. Tað verður áhugavert at fylgja við í, hvussu hetta verður móttikið og hvørja ávirkan tað hevur, at møta fólki á heimabeiti og arbeiða enn meiri uppsøkjandi. Als verður eisini umrøtt á aðalfundinum. Trivnaðarkanningin Á vári 2013 skipaði Starvsmannafelagið fyri eini trivnaðarkanning millum limirnar. Kanningin varð kunngjørd í Norðurlandahúsinum 8. apríl 2013. Settir vórðu 13 spurningar, sum snúðu seg um samstarv, álit og rættvísi. Omanfyri 60% av teimum spurdu, svaraðu spurningunum. Og hettar gav okkum hesa samlaðu myndina fyri øll sáttmálaøkini. Sum tað sæst, er rúmd fyri bata á øllum økjum, fyri at trivnaður skal vera í hásæti á arbeiðsplássunum. Kanningar sum hesar eru ónavngivnar, t.v.s. at tað skal ikki síggjast hvør, ið hevur svarað ella hvussu tey hava svarað. At nágreina úrslitini krevst, at tað er stovnur, har í minsta lagi 20 starvsfólk, ið hava svarað. Hesa nágreining hevur Gallup eisini gjørt fyri okkum. Starvsmannafelagið hevur higartil havt fundir við leiðslu og álitisfólk á nøkrum stovum og lagt úrslitið av kanningini fram. Hetta fyri at taka samanum og eftirmeta, hvørjar styrkirnar og veikleikarnir eru, so til ber at gagnnýta kanningina í størstan mun. Ætlanin er at gera eina kanning aftur um eitt ár, so sammetingar kunnu gerast av kanningunum. Vónandi eru eingi reyð tøl tá at síggja í kanningini. Norðurlendskt og altjóða samstarv. Starvsmannafelagið er limur í altjóða fakfelagsskapinum PSI, eisini nevndur ISKA. PSI hevur 20 milliónir limir í 640 fakfeløgum í 150 londum kring knøttin. Formaður er onglendingurin Dave Prentis og italska Rosa Pavanelli er aðalskrivari. PSI varð sett á stovn í 1907. Eisini í europeiska EPSU er felagið limur. Í norðurlendskum høpi er felagið limur í trimum felagsskapum umframt einum tvørgangandi. Roknskaparfólk v.m., í nevndini eru urin, Súni Selfoss, situr í stýrinum og samskiparin, Guðrið Joensen, í sekretariatinum. Hesin felagsskapur umboðar starvsfólk í kommunalum høpi. Felagsskapurin helt í 2013 sína árligu ráðstevnu í Íslandi og í 2014 eigur Danmark tørn. Londini skiftast um at hava formansskapin eitt ár í senn. Síðani 2007 hava vit eisini verið limir í NSO, Nordiske Statstjenestemenns Organisation, og eru somuleiðis umboðað í hesum stýri. Forkvinnan, Selma Ellingsgaard í stýrinum og felagsskrivarin, Anna Johannesen, í sekretariatinum. Eisini í NSO hava londini formansskapin eitt ár í senn. Svenska fakfelagið ST yvirtók formansskapin eftir norska YS-Stat á ráðstevnuni í Noregi í juni mánaði 2013. Tískil verður árliga ráðstevnan í Svøríki í 2014. NOFS, sum er norðurlendskur partur av EPSU og PSI, eiga vit eisini luttøku í. Hetta tengt at okkara limaskapi í NTR og NSO. NSo Árliga norðurlendska ráðstevnan, sum fakfelagsskapurin NSO skipar fyri, varð í ár hildin í norðurnorska býnum Tromsø. Umframt fyrilestrar um Arktis og norðurlendsku vælferðartænasturnar hevði hvørt luttakandi landið sítt upplegg um evnir, sum arbeitt verður nógv í gerandisdegnum. Hesin formur fyri ráðstevnum gevur ikki bert vitan um ávís evnir, men er eisini eitt frálíkt høvi til vitanardeiling har vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Sum nakað nýtt hevur NSO seinasta árið arbeitt í tveimum netverkum. Einum innan førleikamenning og einum innan ungdómsrekrutering av lærling­ um. Arbeitt hevur verið við avbjóðingum innan førleikamenning í sambandi við akademiseringina, og hvussu vit sum fakfeløg í teimum ymisku londunum hava taklað hetta, herundir hvussu fakfeløgini organisera seg. Í ungdómsnetverkinum hevur verið arbeitt við avbjóðingini; hvat ungdómurin eftirspyr fyri at velja at fáa sær eina útbúgving innan almenna umsiting. NTR ráðstevnan Seinasta NTR ráðstevnan, varð hildin í Reykjavík 25. til 28. august 2013. Luttakaratalið var umleið 90 fólk. Evnið á ráðstevnuni var um tryggleika og ójavna á arbeiðsmarknaðinum, og hvørjar avbjóðingar tað gevur fakfelagsrørsluni at arbeiða við framyvir. Eisini varð kreppan í Íslandi í fokus; hvussu tey arbeiða seg úr henni. Skipað varð fyri kaféborðssamrøðum, har feløg greiddu frá sínum væleydnaðu átøkum og projektum. Har luttóku vit við einari framløgu um avtaluna við arbeiðsgevararnar um felags átøk viðvíkjandi trivnaðinum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta ráðstevnan verður í Danmark í summar. Fólkavald Ungmannafeløg, áhugafeløg og fakfeløg tóku stig til átakið Fólkavald í kjalarvørrinum av politisku støðuni. Sum nevnt, hava vit her heima millum annað sæð stórar avgerðir fyrilitaleyst verða tiknar, sæð óheftan stovn verða avtiknan og vanligar og grundleggjandi mannagongdir verða skúgvaðar til viks. Stór mannfjøld savnaðist á Vaglinum 31. august. Fólkið vildi sleppa til orðanna við kravi um at fólkaræðið verður virt. Hetta gav áræðið. Síðani fólkafundin hava feløgini skipað fyri fleiri almennum tiltøkum, fyrilestrum og upplýsandi tiltøkum, sum hava varpað ljós á ymsar tættir av okkara fólkaræði. Upplýsing og kjak gera okkum meira tilvitað og styrkja demokratiið, og hetta er hugsjónin aftanfyri Fólkavald. Álitisfólkaskeið við Gjógv Skipað var fyri álitisfólkavali í oktober og november 2013. Vit vilja takka øllum, ið valdu at stilla upp. 26% av teimum valdu vórðu vald á fyrsta sinni. Vit hava júst hildið grundskeið 1 fyri hesum nývaldu. Tað varð hildið í tveimum umførum, har fyrra skeiðið var 3.-5. februar fyri 12 luttakarum. Seinna skeiðið var 10. til 12. februar fyri 13 luttakarum. Skeiðini vórðu hildin sum internatskeið við Gjógv. Grundskeið 2, sum er framhald av grundskeiði 1, verður hildið í heyst. Álitisfólkafundur 4. desember var álitisfólkafundur hildin á Hotel Føroyum. Tað var rættiliga góð uppmøting, og fleiri nýggj andlit vóru at síggja, tí álitisfólkaval hevði jú júst verið framman undan. Fundurin vardi allan dagin. Á skránni vóru trý evni. Fyrrapartin kunning um umbyggingina av nýggja húsi felagsins. Og greitt var frá um eftirlønarlógina, sum kom í gildi 1. januar í ár. Seinnapartin var evnið førleikamenning, og áhugaverdar framløgur um rættindi og hvussu førleikamenning verður praktiserað og týdningin av henni. Til seinast svaraðu álitisfólkini spurnabløðum um førleikamenning. Stovnsvitjanir Í 2013 vóru nevnd og umsiting úti tríggjar ferðir og vitjaðu stovnar og limir okkara. Ynskiligt er at náa allar limir, tá man fer út at vitja, men tíverri náa vit ikki at vitja øll arbeiðsplássini hvørja ferð. Fyrsta vitjanin var í Klaksvík 22. mai, har vit stukku inn á gólvið hjá Heilsutrygd, Klaksvíkar kommunu, Norðoya Fornminnassavni, Klaksvíkar bókasavni, Taks, Almannaverkinum og hjá Posta. Um kvøldið var kvøldseta við ábiti og fyrilestrum í Spaniastovu. Herborg Hansen, ið er ein spírandi tónleikari, undirhelt við tónleiki í steðginum. Tað møttu heilt fitt av fólki. Næsta vitjanin var í Eysturoynni 12. juni. Har vitjaðu vit Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Taks, Runavíkar kommunu og Posta. Um kvøldið var kvøldseta við ábiti og fyrilestrum í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddin í Runavík. Black Sheep við Niels á Reynatúgvu og Janus í Húsagarði undirhildu við írskum fólkatónleiki. Triðja vitjanin var í Suðuroy 31. oktober. Har vitjaðu vit Føroya Tele, Taks, Barnatannrøktina á Tvøroyri, Porkeris kommunu, Tvøroyrar kommunu, Almannastovuna, Strandferðsluna, Taks, Suðuroyar Sjúkrahús og Vágs kommunu. Um kvøldið var kvøldseta við ábiti og fyrilestrum á Seglloftinum. Eisini her møttu heilt fitt av fólki og tað er altíð hugaligt. Brandur Enni undirhelt við tónleiki. Til allar vitjaninar greiddi Selma Ellingsgaard frá, hvat felagið arbeiðir við og hvørjar tænastur felagið veitir limunum. Eisini greiddi hon frá endamálinum og týdninginum at stovna fakbólkar. Dan Joensen frá LÍV greiddi frá um seinastu broytingarnar á pensjónsøkinum hjá limunum. Vit kenna okkum sera vælkomin alla staðni og okkara varhugi er, at eisini limirnir eru glaðir fyri henda møguleika at hittast. Vit fáa sett andlit á hvønn annan, fáa innlit í arbeiðsdagin og tosað um leyst og fast. Hugsjónin er at minka um fjarstøðuna millum limir, nevnd og umsiting, so limirnir skulu kenna tað lætt at seta seg í samband við felagið og kenna seg væl og sum part av heildini. Ætlanin er at halda fram við vitjanum í ár og vit gleða okkum. Fólkafundurin Felagið luttók á fólkafundinum, ið varð hildin í Klaksvík 20. og 21. september 2013. Hetta er á øðrum sinni, at fólkafundur verður hildin í Føroyum, og vit hava luttikið við bási báðar ferðir. Hesa ferð høvdu vit, umframt ein bás, eisini ein pallborðsfund, har evnið var politikkur og fakfeløg. Fólkafundurin hevði umleið 1500 vitjandi, og fleiri stukku inn á básin hjá felagnum. Felagið valdi at luttaka, tí vit meta, at hetta er eitt kærkomið høvi at varpa ljós á felagið og týdningin av fakfelagsvirkseminum. Felags átak í Norðurlandahúsinum. Í sáttmálasamráðingunum um nýggjan sáttmála 1. oktober 2012 varð semja um at gera átøk, sum kunnu økja um trivnaðin í almenna og kommunala geiranum. Fyrsta átakið varð hildið 8. apríl 2013 í Norðurlandahúsinum, undir heitinum Sosialur kapitalur, ið er ein íløga í tað góða arbeiðslívið. Átakið varð væl vitjað. 340 fólk, álitisfólk, varaálitisfólk, stjórar og deildarleiðarar, meldaðu seg til átakið. Eftir at fíggjarmálaráðharrin Jørgen Niclasen hevði sett dagin, kom Tage Søndergaard Kristensen, professari í sálarligum arbeiðsumhvørvi, at greiða frá, hvat sosialur kapitalurer, og hvussu hann ávirkar kvalitetin í arbeiðinum og trivna á arbeiðsplássinum. Á SEV og Føroya Tele verður eisini arbeitt við hugtakinum sosialur kapitalur og greiddu Annika Flagstad Berg og Beinta Wilhelm Fossaberg frá teirra royndum í dagliga arbeiðinum. Fyrraparturin endaði við einari klummu frá Høgna Djurhuus, sum við speisemi hugleiddi um alt hetta nýggja rákið, sum kemur inn yvir okkum, og sum vit øll skulu luttaka í. Sum hann segði, so ynskti hann bert at fáa frið at arbeiða. Seinnaparturin byrjaði við, at vit løgdu trivnaðarkanningina fram, sum varð gjørd til dagin. Gallup hevði gjørt kanningina millum limir felagsins. Eftir hetta var pallborðsfundur um úrslitið av kanningin. Við pallborðið sótu umboð fyri sáttmálapartarnar. Heðin Mortensen, Snorri Fjallsbak, Kristian Davidsen, Tummas Nielsen og Selma Ellingsgaard. Áðrenn dagurin endaði, samanbar Tage S. Kristensen úrslitið av kanningini við kanningar, sum eru gjørdar í øðrum norðurlondum. Snorri Fjallsbak tók síðani samanum og endaði dagin. Fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við dagin og vórðu eftirmetingarnar frá luttakarunum eisini sera jaligar. Hetta gevur blóð uppá tonnina til at royna at seta onnur viðkomandi evni á dagsskránna aftur í ár. Hugnakvøld Tey seinastu nógvu árini hevur felagið skipað fyri hugnakvøldi fyri limum. Vanliga verður hetta hildið í november mánað. Soleiðis var eisini í 2013. Hetta er eitt ókeypis tiltak, har limir hava høvi at møta sínum starvsfeløgum, øðrum limum og nevnd og umsiting felagsins. Seinast møttu gott 60 fólk. Byrjað var við ábiti og síðan var tann afturvendandi spurnarkappingin, har borðini kappast móti hvørjum øðrum. Í steðginum kom Signar í Homrum og spældi nøkur løg. Sum altíð sera hugnaligt við góðum felagssangi, práti og fríggjakvøldshugna. Festival atgongumerki Eitt afturvendandi tilboð til limir okkara tey seinastu árini hevur verið søla av atgongumerkjum til summarfestival fyri ein lægri prís. Í 2013 seldu vit øll 200 atgongumerkini fyri 580 krónur Vit eru í løtuni í gongd við at selja sama tal av atgongumerkjum, ið vit hesaferð selja fyri 625 krónur Bíleggingin varir fram til 1. apríl. Higartil eru 120 atgongumerki umbiðin. Í fjør var eisini møguleiki hjá limum at ogna sær atgongumerki til Countryfestivalin í Sørvági fyri 500 krónur Avsláttaravtalur Vit fingu gjørt fleiri nýggjar avsláttaravtalur við fyritøkur í 2013. millum annað kunnu limir fáa 15% í avsláttri av vørum frá Sirri á Áarvegnum, Noa Noa í Niels Finsensgøtu, hjá Kissa í Tórsgøtu, Valdemar Lútzen amboðshandli á Skálatrøð. Eisini eru avsláttaravtalur gjørdar við Bilasøluna hjá Øssuri Johannesen á Vegnum Langa, við Faroe Travel í Sverrisgøtu, Fótarøktina hjá Ingunn Poulsen í Lucas Debesargøtu og við Vælveru Fitness á Heykavegnum. Á heimasíðu okkara síggjast allar avsláttaravtalurnar við fyritøkurnar, har limir okkara fáa avsláttur við at vísa fram limakort. Tær flestu avtalurnar eru í gildi, so leingi báðir partar ynskja tað. Summarhúsini við Gjógv og í Skálavík Fremsta uppgáva felagsins er at tryggja limunum so góð lønar- og starvsrættindi sum til ber. At eitt fakfelag somuleiðis er virkið á øðrum økjum, soleiðis at limirnir merkja teir eru í einum góðum felagsskapi, meta vit eisini sum eina av okkara uppgávum. Sum til dømis at bjóða limum at njóta frítíðina í hugnaligum umhvørvi og fyri sámiligan kostnað. Vit hava í nøkur ár framleigað húsini í Stólpa við Gjógv, og hevur áhugin at leiga húsini verið góður, serliga summarhálvuna. Summarhús okkara í Skálavík vórðu tikin í nýtslu á heysti 2010. Alskyns hentleikar eru í húsunum og tey eru bæði umhvørvisvinalig og atkomulig hjá fólki í koyristóli. Húsini blivu málað í summar og eisini verður økið kring húsini liðugtgjørt. Limirnir hava tikið serstakliga væl ímóti húsunum og mong hava verið og ferðast í Skalavík. Húsini eru sera nógv umbiðin, so umráðandi er at bíleggja í góðari tíð. Ikki kann sigast annað enn at summarhúsini eru ein góð íløga, sum limirnir eru glaðir fyri. Til ber at kanna á heimasíðuni nær bæði summarhúsini eru tøk. Eisini kanst tú ringja til felagið seinnapartar ella senda eitt teldubræv at umbiðja húsini. Umsiting og kunning Vit raðfesta kunningarpartin eins væl og at umsitingin skal hava góðar karmar at virka undir. Fyrsta september settu vit Dánjal Højgaard í starvið sum kunningarráðgevi. Dánjal er bæði journalistur og juristur og hevur styrkt okkara umsiting. Nú eru fýra fólk í føstum starvi fyri felagið. Uppgávurnar eru mangar og fjøltáttaðar, og er okkara aðalmál at veita limunum eina munagóða og dygdargóða tænastu. Starvsblaðið hevur í mong ár verið týðandi partur av kunning felagsins. Blaðið verður sent øllum limum felagsins fýra ferðir um árið, eina ferð um ársfjórðingin. Blaðið er størri enn áður, tá tað kom út eini fimm ella seks ferðir árliga. Endamálið er sum altíð, at blaðið er viðkomandi og við greiðari kunning um týðandi mál. Rit og Ráð við Torfinni Smith er holli samstarvsfelagin í sambandi við Starvsblaðið. Heimasíðan skal vera verða ein virkin viðspælari í almenna orðaskiftinum og viðkomandi fyri limir felagsins. Hon verður javnan dagførd við kunning og tíðindum. Umframt heimasíðuna, hevur felagið eisini eina Facebook síðu. Takk fyri Nevnd og umsiting takka fyri enn eitt hendingaríkt og áhugavert ár. Málið og stavnhaldið er áhaldandi at styrkja og verja limanna rættindi og kor. Hjartaliga vælkomin til aðalfundar, ið hesaferð verður í serligum umhvørvi, sjarmerandi og søguligu hølunum hjá Öström á Skálatrøð. Niels og Svend afturvaldir Tveir nevndarlimir í Starvsmannafelagnum stóðu fyri vali á hesum sinni. Talan varð um teir báðar Niels á Reynatúgvu og Svend Seloy og freistin at stilla upp var 1. februar. Niels og Svend stillaðu báðir uppaftur, og tá ið freistin at stilla upp varð úti var einki mótvalevni. Teir eru sostatt afturvaldir og verður einki stríðsval um nevndarsessirnar á aðalfundinum 8. mars. Teir báðir eru valdir fyri trý ár afturat. Val av tveimum tiltakslimum verður tó á skránni á aðalfundinum. Ágóðar av stóra felagsskapinum skulu koma einkulta liminum til góðar Eg byrjaði at skriva eina uppstillingargrein til valið hesaferð, tí eg valdi at bjóða meg fram enn einaferð sum valevni. Hon var sjálvandi skriva við teimum fortreytum, at onkur stillaði upp ímóti mær. Nú tá uppstillingarfreistin er farin, vísur tað seg, at bert eg og Svend Åge hava stillað upp. Tað kennist eitt sindur snópisligt skal eg viðganga. Eitt val eigur at vera ein spennandi hólmgonga ímillum áhugað valevni, har meiningar og argument vera brúkt, fyri at vinna atkvøðurnar hjá limunum. Hesum fáa vit tó ikki brúk fyri hesaferð. Eg velji at taka hetta sum eina álitisváttan og góðkenning av tí arbeiði, sum eg havi verið við til í hesum valskeiðinum. Tað er jú ikki heilt einki, sum er framt hesi seinastu 3 árini. Nøkur av málunum vit hava fingist við eru hesi. Fakbólkar. Vit hava fingið glið á stovningina av fakbólkum í felagnum. Eftir eina langa tilgongd, har skráseting av limum hevur kravt nógva orku av umsitingini, hava vit endiliga fingið stovnað fakbólkar. Tankin aftanfyri hettar er, at limirnir skulu síggja Starvsmannafelagið meira sum eitt felag fyri teirra fak, heldur enn bert eitt felag við einum blandaðum limaskara. Fakbólkarnir hava møguleikan at fáast við tey evni, sum eyðkenna júst teirra fak. Tað kundi verið við til dømis fyrilestrum, skeiðum og øðrum viðkomandi tiltøkum. Felagið stuðlar hesum virksemi peningaliga og við hølum. Vørðslan Tá Vørðslan varð sett til sølu, sóu vit ein kjans at víðkað um virksemið í felagnum. Bygningurin er sera rúmligur og liggur beint upp at verandi bygninginum hjá felagnum. Vit løgdu eitt varligt boð inn, og endaðu við at fáa bygningin fyri tað. Eg skal viðganga, at eg var skeptiskur um keypið, tí hetta vóru nógvir pengar at brúka. Men nú er vent í holuni, og eg fegnist um teir stóru møguleikarnir, sum liggja í hesum keypinum. Hetta verður eitt aktiv hjá felagnum at eiga; og vónandi til fyrimuns fyri fleiri feløg enn bert Starvsmannafelagið. Nýggjur sáttmáli Sáttmálin við Fíggjarmálaráðið varð hesaferð undirskrivaður uttan hjálp frá semingsmonnum, og tað eru vit errin av. Vit fingu nøkur ting upp á pláss, sum fyri okkum høvdu stóran týdning. At sáttmálin varð gjørdur fyri 3 ár, hevur givið okkum arbeiðsfrið til at taka okkum av øðrum málum, sum annars mangan verða skúgvað til viks, tí sáttmálasamráðingar eru ár um ár. Arbeiðið við hvílitíð til SSl. Nýggj kunngerð er komin í gildi, har altjóða krøv um hvílitíð umborð á skipum verður sett í verk. Vit hava verið við til at skipa hetta í samstarvi við Maskinnmeistarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, SSL, Skipaeftirlitið og politikarar. Nýggju krøvini hava kravt eina tillaging í siglingar- og arbeiðstíðum hjá manningunum, sum tað ikki var pláss fyri í verandi sáttmálum. Tí hava tað verið nógvir fundir og nógvar tingingar aftur og fram, fyri at koma til eitt nøktandi úrslit, sum allir partar kunnu liva við. Enn einaferð vísir tað seg, at kompromis er einasti vegurin fram, tá partarnir hava so ymisk áhugamál. Keyp av lív. Størsta verkætlanin sum vit hava verið við til, er tilgongdin til keypið av tryggingarfelagnum LÍV. Henda tilgongd hevur verið drúgv, og er enn ikki komið á mál. Vit, saman við øðrum feløgum, eru tó enn í holt við at fáa keypið upp á pláss, og vænta vit at koma væl nærri málinum í nærmastu framtíð. Hugsanin aftanfyri keypið av LÍV er, at vit sum fakfeløg eiga nærum allar limirnar í LÍV, og tí vilja vit eisini hava so stóra ávirkan á LÍV sum gjørligt. Hetta kunnu vit, um vit keypa ta helvtina av LÍV, sum er til sølu. Hvat vil eg? Tað er nokk ikki so nógv broytt við tí, sum eg í høvuðsheitum vil. Eg vil tryggja limum vunnin rættindi, og áhaldandi samráðast fyri betri korum og arbeiðsviðurskiftum. Arbeiða fram ímóti góðum og bíligum tryggingum og góðum pensjónsviðurskiftum í LÍV. Við hjálp av fakbólkunum menna felagið til at vera eitt felag fyri allar limir, har tann einstaki kennir seg heima, og har einkulti limurin sær, at hann hevur fyrimun av at vera limur í Starvsmannafelagnum. Hetta verður gjørt við góðum sáttmálum og einum vælriknum felagi, sum kann vera annað enn bert eitt sáttmálaumboð hjá liminum. Ágóðar av stóra felagsskapinum skulu koma einkulta liminum til góðar. Hví vil eg? Eg havi áhugan, royndir og evnir til hetta arbeiði. Eg vil gjarna arbeiða víðari við teimum prosjektum, sum eru sett í gongd, tí eg kenni ein vissan eigaraskap og ábyrgd fyri teimum, og vil tí fylgja teimum til hurðina. Tað er stuttligt at vera við at seta prosjekt í gongd, og síggja tey vera til veruleika og gagn fyri Starvsmannafelagið. Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 50 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 150 krónur um mánaðin. Teir limir sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina umframt. Hetta er eisini 150 krónur. Um tú ætlar at gerast hvílandi limur, og vil vita hvar hesi gjøld skulu flytast, so verður tú vinarliga biðin um at venda tær til felagið á telefon ella við at senda teldupost Hoyringssvar um eldraøkið Hoyringssvar. Nú eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar í 2014 hevur uppskotið verið til hoyringar millum annað hjá fakfeløgunum. Starvsmannafelagið hevur í hesum sambandi latið Almannamálráðnum hesar viðmerkingar. Fyri okkum, er tað altavgerandi, at borgarunum verða tryggjaðar góðar og eins góðar tænastur, líkamikið í hvørjum øki tann eldri býr. Vit meta tað neyðugt, at áseta leiðreglur fyri tænastunum, so okkara eldru til einhvørja tíð eiga eina góða og trygga tænastu kring alt landið. Vit taka fyrivarni fyri, at landið ætlandi verður býtt upp landafrøðiliga stór øki. Serliga summi eru mangar ferkilometrar til víddar og fjarstøðan í sambandi við koyring tí stór. Tað er neyðugt, at skipa økini soleiðis, at starvsfólkini hava rímuligar treytir í sambandi við ferðing. Starvssøkið má ikki gerst so stórt landafrøðiliga, at tað verður torført at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman hjá tí einstaka starvsfólkinum. Vit heita á myndugleikarnar at fyriskipa skynsamt og við hesum í huga. Verður økið lagt út, so mugu og skulu kommunurnar kenna tann veruliga, ítøkiliga kostnaðin fyri økið. Metingin má vera so neyv, at bæði land og kommunur eru fullgreið yvir kostnaðin og at kommunurnar fáa fulla kompensatión fyri kostnaðin. At enda vilja vit nevna, at vit í dag hava sáttmálar við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Vit meta tað týdningarmikið, at tað er avvarðandi arbeiðsgevari, ið fakfeløgini gera sáttmála við. Fyri okkum er tað tí umráðandi, at teir limir felagsins, ið flyta starvsøkið frá landi til kommunu, verður økið lagt út, framyvir verða umfataðir av okkara sáttmála við Kommunala Arbeiðsgervarafelagið. Álitisfólk á skeiði við Gjógv Talan var um tað sokallaða grundskeiðið, har álitisfólkini fingu innlit í nøkur av teimum viðuskiftum, sum eru viðkomandi í starvinum sum álitisfólk. Sigmund Poulsen, advokatur, greiddi frá leiklutinum hjá fakfeløgum og álitisfólkunum og annars arbeiðsrættarligum viðurskiftum. Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi, greiddi frá rúsevnapolitikki í arbeiðslívinum. Anna Johannesen og Dánjal Højgaard frá Starvsmannafelagnum lýstu innihaldið í sáttmálunum og greiddu frá viðurskifti í starvsfólkarættinum. Dan Joensen frá Føroya Lívstrygging greiddi frá tryggingum og nýggju eftirlønarlógini. Jan Willemoes, arbeiðspsykologur lýsti avbjóðingar, sum álitisfólk fara at møta í sínum starvi. Gist varð á Gjáargarði, har skeiðini vóru hildin og um kvøldið var góður kjansur at hugna sær. Tilsamans 26 fólk vóru á skeiðnum, sum varð í tveimum holdum, 13 hvørja ferð. Grundskeiðið verður fylgt upp av einum skeiði í heyst, har farið verður meira nángreinliga inn á ymisk evnir. Álitisfólk á skeiði við Gjógv Fyrst í februar vóru tey nývaldu álitisfólkini á tríggjar Einaferð vóru tvær manningar, ein almenn og ein privat, sum róðu kapp. Privata manningin vant burturúr tí almennu. Uppvísningsróður, sum Jógvan Arge vildi tikið til. Almenna manningin fór so at kanna, hví teir taptu. Tað vísti seg, at privati báturin hevði ein stýrimann og seks rógvarar. Almenni báturin hevði havt seks stýrimenn og ein rógvara. Úrslitið skuldi tó verða øðrvísi næstu ferð, segði almenna manningin, og tí settu tey ein stýrisbólk at gera eitt uppskot um bata. Leingi og væl varð kannað, og til næstu kapping varð báturin mannaður við fýra stýrimonnum, tveimum yvirstýrimonnum, einum stýrisleiðara og einum rógvara. Men gakk. Tapið gjørdist nú enn størri. Avleiðingin av vánaliga úrslitinum varð, at rógvarin á almenna bátinum varð koyrdur, men stýrisleiðarin og yvirstýrimenninir fingu ein klekkiligan bonus, tí teir vóru so væl kvalifiseraðir og høvdu gjørt eitt so gott arbeiði. Og síðani fór almenna manningin undir at tekna ein nýggjan bát. At broyta arbeiðsbýtið kom teimum ikki til hugs. So mong vildu stýra, at pláss var ikki fyri fleiri rógvarum. Sjáldan er roykur av ongum eldi sigst, og helst er hendan søgan stuttlig, tí ein farri av sannleika er í henni. Skjóttarbeiðandi nevndir, sum tó ofta arbeiða seint, innanhýsis kanningar, lønarbonus til óbrúkiligar stjórar, uppfunnin størv til dýr starvsfólk, oyðsl og pamparí, umframt umsiting og fyrisiting í tað óendaliga, eru viðurskifti, vit javnan bæði hoyra og skelda um innan tað almenna. Og tað almenna er nakað, sum vit øll í felag kunnu øsa okkum um. Líka sum vit skelda um politikararnar. Deiliga óítøkiligar dartskivur, sum vit kunnu lata okkara vreiði ganga útyvir. Eisini fólk, sum sjálvi eru alment sett, skelda um tað almenna. Millum fólk kann hugmyndin av tí almenna samanberast við eitt stórt altetandi og tokukent djór, sum liggur sum ein dýna omaná samfelagnum. Tað er stirvið, ódynamiskt og mest av øllum dýrt! Vit hava eisini politikarar, sum finnast at tí almenna. Og í kjaki hoyra vit ofta, at tað privata verður sett upp ímóti tí almenna, sum ein beinleiðis mótpólur. Meðan tað almenna verður sagt at vera seigt, tungt og dýrt, verður tað privata lýst sum effektivt, dynamiskt og visjonert. Heldur enn at kosta, gevur tað privata avkast, verður ofta ført fram. Men hava vit veruliga eitt so tvíbýtt samfelag við einum innovativum, arbeiðssomum og logiskt hugsandi skara av fólki, sum øll arbeiða í tí privata, har tey fáa yvirskot og skapa dynamikk og so ein skara av fólki, sum er stirvin, smádovin, konservativur og ineffektivur, og sum bara roynir at súgva sum mest burturúr landskassanum fyri sum minst av arbeiði? Eg haldi ikki. Tí umframt alt tað negativa, vit næstan dagliga hoyra um tað almenna, so havi eg sanniliga eisini ofta møtt røskum, dugnaligum og arbeiðssomum fólkum har. Tí tað almenna er ikki bara tað, vit skelda um. Tað er eisini alt tað, sum bindur okkum saman. Sum ger okkum til eitt vælferðarsamfelag. Sum ger, at tað er gott at búgva í Føroyum. Meðan vit fegin syngja við í klagukórinum um tað almenna, taka vit samstundis allar vælferðartænasturnar fyri givið. Vit gleðast um heilsuverk, skúla- og útbúgvingarmøguleikar, sløkkilið og infrakervi. Vit fegnast um øll hesi mongu fólkini, sum dagliga rógva av øllum alvi. Hinvegin kann eg hvønn einasta mánað staðfesta, at tað almenna aftur hevur stungið snevilin í mína konto og tikið millum aðru- og triðjuhvørja tímaløn. Og sum skattgjaldari krevji eg, at tað almenna skal vera so gott og effektivt sum gjørligt, soleiðis at vit øll fáa sum mest fyri tað, vit lata. Eg vil hava tann almenna bátin at vinna, tá eg nú eri tvungin at seta so nógvar pengar í hann. Onkur heldur, at okkum tørvar at effektivisera við nýskipanum og reformum. Onkur saknar gjøgnumskygni, so vit kunnu síggja nágreiniliga, hvussu pengarnir verða nýttir. Onkur heldur, at vit eiga at seta størri fokus á alt tað, sum vit veruliga fáa fyri skattakrónurnar. Kanska skulu vit bara hava fleiri rógvarar og færri stýrimenn, sum skemtisøgan leggur upp til. Kanska er loysnin ein blandingur av øllum. Vit mugu í øllum førum tora at endurskoða og umrøða Tað almenna. Vit mugu tora at sleppa okkum undan tí, sum dagliga ger, at almenni báturin tapir, og at fólk ilskast. Vit mugu tora at handla, soleiðis at almenni báturin vinnur. Hesin alment góðtikni munurin á teimum almennu og teimum privatu órógvar meg. Eg krevji eina eins raska manning, sum tey privatu siga seg hava. Eg vil síggja tann almenna bátin vinna! Eg eri sannførd um, at tað letur seg gera. Her skal bara skipast og stýrast rætt. Undir trýsti Skipanin, har arbeiðsgevarar og fakfeløg skipa viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum uttan politiska uppílegging, er komin undir trýst. Samstundis sum alt fleiri lond í Evropa lóggeva um løn talar ES-dómstólurin fyri at skerja rættin hjá fakfeløgum til stríðsstig. Starvsblaðið hevur tosað við Knut Roger Andersen, aðalskrivara í norðurlendska felagnum hjá kommunalt settum, Nordisk Tjenestemandsråd um avbjóðingarnar, sum norðurlendska fakfelagsskipanin stendur fyri Fakfeløgini skipa viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum við sínámillum avtalum, og politiska skipanin heldur fingrarnar vekk. Hetta hevur verið óskrivaða meginreglan á kollektiva arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og í Norðurlondum í meira enn eina øld. Men høvuðsrákið er vent. Av 29 statum í Evropa hava 26 ásett minstulønarskipanir við lóg, í størri ella minni mun. Antin gjøgnum beinleiðis lóg, ella við sáttmálum, sum eru blivnir ásettir við lóg at galda fyri alla bransjuna. Sostatt eru tað bert tríggir statir, har lønin í dag - eins og í Føroyum - burturav verður ásett við sáttmálum í samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta vísir eitt yvirlit, sum granskingarstovnurin FAFO hevur gjørt í 2012. Samstundis sum frælsa avtaluskipanin er komin undir trýst, hevur ES-dómstólurin sett eina kós, sum sigur, at faklig stríðsstig ikki mugu vera so víðgongd, at tey forða arbeiðsmegi at fara um ES-mørk. Tað merkir, at fakfeløgini til dømis ikki mugu nýta fakligar blokadur fyri at tvinga útlendsk feløg at ganga undir sáttmálarnar. Hetta hevur eitt nú gjørt, at Svøríki hevur samtykt ta sonevndu Laval-lógina, sum avmarkar rættin hjá fakfeløgunum at føra stríð. Vit byrjaðu við at spyrja Knut Andersen, hvussu hann metir politisku uppíleggingina, sum fer fram á evropeiska arbeiðsmarknaðinum? Høgrarákið Hetta er ein grundleggjandi spurningur. Tað, sum eyðkennir norðurlendsku fakfelagsskipanina er trípartasamstarvið millum arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og myndugleikar. Myndugleikarnir áseta fortreytirnar fyri vælferðarsamfelagið, meðan arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar áseta lønar- og arbeiðskor í sínámillum samráðingum. Í Norra hava vit onga minstulønarskipan, tí at arbeiðsgevararnir og fakfelagsrørslan eru grundleggjandi samd um, at hettar er nakað, sum skal avtalast millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men hendan skipan er alla tíðina undir trýsti, tí tað eru sterkar kreftir, sum vilja áseta minstulønina við lóg. Hvørjar kreftir? Til dømis á høgraveinginum í evropeiskum og norðurlendskum politikki. Tá ið nýggj stjórn skuldu skipast í Týsklandi í fjør, sótu flokkarnir í samgongusamráðingunum og tingaðust um at áseta ein minstulønarstandard upp á 8,5 evrur um tíman. Hesum mótmælti norska fakfelagsrørslan, sum vísti á, at lønin er eitt mál fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men grundleggjandi er, at tað er álvarsmál, tá ið kreftir á høgraveinginum í Evropa leggja seg út í spurningin um minstulønina. Sosial dumping Ein av grundgevingunum fyri at áseta minstuløn við lóg er at forða fyri sosialari dumping, til dømis við at útlendsk arbeiðsmegi verður undirbetalt. Ein onnur grundgeving er rákið við, at fólk taka seg úr fakfeløgunum og at vit fáa eina óskipaðan arbeiðsmarknað. Hava sjónarmið sum hesi undirtøku í Norra? Sjónarmiðini hava ikki vunnið undirtøku, men tað er kortini stór virðing fyri teimum í Norra. Grundin til hesa virðing er, at í løtuni eru yvir 30 milliónir fólk arbeiðsleys í Evropa. Fólk í øllum aldi missa hús og heim. Vit tosa um eitt alment fátækrarák. Við eini slíkari kreppu, eini slíkari samfelagsgongd, noyðist tú at spyrja teg sjálvan, hvat ið er eitt minstamark fyri lívsins uppihald. Tað er greitt, at sæð í hesum ljósinum gerst tað viðkomandi at tosa um minstulønarstandardir. Verða minstulønarstandardir ásettir við lóg, skerjir tú møguleikarnar hjá fakfelagsrørsluni og arbeiðstakarasíðuni at samráðast um løn við arbeiðsgevararnar. Ynskið er skilligt í eini krepputíð, men tað kann als ikki góðtakast út frá teirri proffessión og teirri støðu, sum fakfelagsrørlan hevur havt sum áhugafelagsskapur løntakaranna. Vil hóttanin um sosiala dumping ikki gera, at bæði Norra, Danmark og Føroyar fyrr ella seinni verða noydd at áseta minstuløn við lóg? Tað er ein góður spurningur. Sosial dumping fer fram, vist so. Men loysnin á hesum trupulleikanum er ikki at gera seg inn á grundregluna um, at at lønar, tariff- og arbeiðskor eru mál, sum skulu loysast í samráðingum millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar. Norðurlendska avtaluskipanin er eitt prinsippmál fyri norðurlendsku fakfelagsrørsluna. Avtalumodellið virkar Men bendir tann sosiala dumpingin, sum fer fram í Norðurlondum, ikki á, at frælsa avtaluskipanin virkar ikki nóg væl? Jú, eg haldi at skipanin nettupp hevur víst seg at virkað. Tað, sum vanliga hendir, er, at tá feløgini uppdaga, at óskipað fremmand arbeiðsmegi kemur til landið og at lønarmunur verður gjørdur, ja so hava feløgini reagerað. Tá hava vit ta skipan og tey amboð, sum skulu til fyri at stríðast ímóti hesum. Lat meg nevna eitt dømi. Tá ið Gardemoen floghavnin í Oslo skuldu útbyggjast, komu nógv arbeiðsfólk úr Litava og Lettlandi til høvuðsstaðin. Tað vísti seg so, at ein av undirveitarunum framdi sosiala dumping, við tað at starvsfólkini fingu onnur arbeiðskor og heilt aðra løn enn onnur. Men av tí at vit høvdu eina sterka avtaluskipan millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, so fingu vit steðga sosialu dumpingini. Hvussu? Við at staðfesta, at hetta bar ikki til. Vit trýstu fyritøkuna, sum hevði leverandørábyrgdina av verkætlanini, Coop, til at siga nei. Tey vóru noydd at siga skyldur sínar upp við veitararnar. Hetta gjørdi sjálvsagt, at fleiri blivu bangin fyri at gerast arbeiðsleys, men fyrivarni varð tikið fyri hesi støðuni. Feløgini hava nevniliga gjørt eina sokallaða verjuprotokoll, sum í hesum føri merkti, at Coop, sum norskur høvuðsbíleggjari, útvegaði fólkunum arbeiði gjøgnum aðrar kanalir, so at tey kundu halda fram við arbeiðinum, men nú sambært sáttmálunum. Tað stutta av tí langa er, at norðurlendska avtaluskipanin virkar, tí at arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava eitt felags fundament, so at teir kunnu takla møguligar aktørar, ið fremja sosiala dumping. Men sjálvsagt eru avbjóðingarnar stórar. ES dómar ræða Ein avbjóðing fyri norðurlendsku fakfelagsskipanina er ásetingin um at arbeiðsmegin skal hava frítt at fara um ES-mørk. Hettar hevur skert rættin hjá feløgunum at føra stríð fyri sínum rættindum. ES-dómstólurin hevur nevniliga staðfest, millum annað í tí sokallaða Laval-málinum, at rætturin til stríðsstig skal skerjast, um stríðsstigið tarnar arbeiðsmegini at sleppa millum lond. Sigast skal at Evroparáðið hevur nýliga talað ímóti hesi dómsvenjuni. Men hvussu metir tú avbjóðingarnar, sum til dømis Laval-málið umboðar? Hevur hetta ikki trekt tenninar eitt sindur úr fakfeløgunum og norðurlendsku skipanini? Jú, hatta er eitt støðugt vandamál, og tí má fakfelagsrørslan í Evropa og Norðurlondum leggja stóran dent á og markera seg á hesum øki. Tað, sum hendur í Evropa nú er, at tað eru ES-lond, sum velja dómarar til ES-dómstólin, sum ikki neyðturviliga er serliga vinarliga sinnaðir móti fakfelagsrørsluni. Lat meg vera ítøkiligan. Báðir teir fyrrverandi ríkisleiðararnir, Berlusconi í Italia og Sarkozy í Fraklandi, umframt Merkel í Týsklandi, bretski forsætisráðharrin og forsætisráðharrarnir í Svøríki og Norra umboða sjónarmið, sum tey meta seg hava undirtøku fyri millum veljararnar, og sum siga, at valdið hjá fakfeløgunum skal skerjast. Tað eru hesi, sum hava valt dómarar til ES-dómstólin. Og tað er greitt, at tá ið tú hevur stjórnir, sum ikki meta fakfeløgini sum ein alliansufelaga, ja so velur tú sjálvsagt ikki dómarar til ES-dómstólin, sum hava ta støðuna heldur. Taka vit Laval- og Luxembourgdómarnar og aðrar dómar frá ES-dómstólinum, so er talan um dómarar, sum avspegla eitt politiskt stýri í Evropa. Og tað er ein avbjóðing fyri evropeisku fakfelagsrørsluna. Hvat fer at henda við teirri avbjóðingini? Tað er ein øgiliga góður spurningur. Tað, sum evropeiska fakfelagsrørslan og vit í norðurlondum alla tíðina royna at gera er, at tryggja støðu okkara sum fakfeløg og at gera tey mobiliseringsátøk, sum eru neyðug. Hvørji átøk? Har samskipa vit okkara ætlanir í mun til ES, tá ið umræður starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum. Rákið, vit síggja er, at ES og EBS-økini í alt størri mun verða merkt at teimum politisku rørslum, sum ráða har. Tekur tú teir stóru sameindu. Cameron í Bretlandi og Merkel í Týsklandi og tær borgarligu stjórnirnar í Svøríki og Norra, so eru tey tilsamans ein avbjóðing fyri fakfelagsrørsluna. Og tað fakfelagsrørslan ger, er at samskipa sítt virksemi. Aðrar grundir eru eisini til at samstarva. Tá ið 30,7 milliónir fólk í Evropa eru arbeiðsleys og 202 milliónir í øllum heiminum, so ger tað ikki fakfeløgini sterkari, men veikari. Tað merkir hinvegin, at tann parturin av fakfelagsrørsluni, sum eftir er, má mobilisera uppaftur meira; og er tað tað, sum vit gera. Talan er um mannarættindi Tá ið ES-dómstólurin nú hevur skert rættin hjá feløgunum til stríðsstig og alt fleiri lond samtykkja minstuløn við lóg, fella grundgevingarnar fyri at hava eina frælsa avtaluskipan eftir norðurlendskum leisti so ikki burtur. Kunnu norðurlond so ikki tað sama lóggeva um minstulønina? Nei, tað haldi eg ikki. Fakfelagsrætturin er ein universellur rættur. Øðrumegin hevur tú Mannarættindayvirlýsingin hjá ST, sum staðfestir rættin at vera skipaður í felag. Hinumegin hevur tú dómarnar hjá ES-dómstólinum, sum eru í stríð við mannarættindini. Hettar er løgfrøði, sum fólk kunnu kjakast aftur og fram um leingi. Men grundleggjandi snýr málið seg um hvussu tú og eg, gjøgnum okkara fakfelag, kunnu vera við til at tryggja, at okkara fakligu rættindini, sum partur av alheims mannarættindunum, verða vard. Og í hesum sambandi eru tvey í alt velja. Tú kanst velja at vera prinsipfastur og ideologiskur og tvíhalda um, at spurningar um løn og arbeiði er eitt mál fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum eftir norðurlendskum leisti. Hetta er eitt ófrávíkiligt prinsipp fyri okkum, sum arbeiða innan norðurlendsku fakfelagsrørsluna. Góðtaka vit hinvegin at myndugleikarnir áseta minstumørk og treytir fyri lønar- og arbeiðskorum á realpolitiskum grundarlagi, so er hetta tað sama sum at kolldøma fakfelagsrørsluna. Harvið koma vit inn á tann heilt grundleggjandi fólkaræðiliga spurningin. Hvat er tað, sum hevur gjørt lond sum Svøríki, Norra, Danmark og Føroyar til sterk fólkaræðilig lond? Hvør er orsøkin til at lond okkara verða tikin fram, sum fyrimyndir, tá ið nýggj lond royna at skipa seg? Tá Suðurafrika bleiv eitt frælst land í 1994, tá Bali loysti frá Indonesia í 1998 og tá Montenegro, sum seinasta frælsa landið í Evropa, skuldi hava sína fyrstu grundlóg í 2006, tá komu tey til Norðurlond at kanna hvussu vit høvdu skipað okkum. Norðurlond hava bæði havt vælferð og fólkaræði, og ein av orsøkunum til hettar er tað trípartasamstarv, sum hevur verið her millum arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og myndugleikar. Klassakenslan viknar Kennir tú teg so sannførdan um at norð- urlendska avtaluskipanin fer at hóra undan? Hon fer at hóra undan í prinsippinum. Men realpolitisk fer hon at verða skipað eitt sindur øðrvísi. Um vit taka pápa mín, so var hann arbeiðsmaður í jarnídnaðinum fyri nógvum árum síðani. Hann var partur av norskari ídnaðargerð og onkursvegna umboðandi fyri proletariatið eftir kríggið. Nú á døgum er ein arbeiðari so mangt annað. Tað er ikki bara fiskimaðurin, men eisini lærarin, fólk í tænastuvinnuni og fólk, sum starvast á heilsuøkinum, sum í dag kunnu kalla seg arbeiðarar. Eg rokni við at norðurlendska avtaluskipanin fer at yvirliva, men vænti, at hon verður tilpassað til nýggjar tíðir. Kenslan av at hoyra til eina ávísa samfelagsstætt verður meira knýtt at hesum at hoyra til eitt fakfelag, tí tað verða alt fleiri fólk, sum ikki eru í nøkrum felag, tí tey duga ikki at síggja fyrimunirnar. Norðurlendska skipanin fer at hóra undan, men hon fer at fáa avbjóðingar frá ymsum síðum, og hon fer at verða nútímansgjørd á ymiskum økjum. Fastløst fakfeløg Ein avbjóðing hjá nógvum fakfeløgum í Norðurlondum er at nógvir limir taka seg úr feløgunum. Tey duga ikki at síggja fyrimunirnar ella fara kanska uppí feløg, sum ikki hava samráðingarrætt og sum bjóða bíligari limaskap. Er hetta ein stórur trupulleiki? Sera stórur. Svøríki verður til dømis mett at hava heimsins sterkastu fakfelagsrørslu. Orsøkin til at lond sum Svøríki og Danmark hava havt so sterka fakfelagsrørslu er, at tey høvdu skipanir við A-kassum fyri arbeiðsleys, og at limaskapur í fakfelag var fortreyt fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul. Men hendan skipan er síðani broytt. Men tað er ikki øll forkláringin. Orsøkin er eisini at vit liva í einum globaliseraðum heimi, har fólk í vaksandi mun fáa sær útbúgving. Heimurin er broyttur. Tey individuellu krøvini og krøvini til felags áhugamálini síggja øðrvísi út í dag, enn tá eg var ungur. Talan er um eina mentanarliga kollvelting. Eg ivist í um fakfelagsrørslan tekur lut í hesi kollvelting, tí nógva staðni í Norðurlondum verður fakfelagsrørslan uppfatað sum eitt gamlamannastýri. Eitt stýri við gomlum monnum, sum bara siga nei. Sovorðnum sum mær, stórur og tjúkkur og sum bara sigur nei og aftur nei. Soleiðis var tað fyrr, og tað var ein sterkur dynamikkur bundin at fakfelagsmentanina og tað var bæði gott og ringt. Síðani kom ein tíð, har fakfelagsrørslan onkursvegna var á eini ferð, har hugtøkini kring samfelagsstættirnar broyttust. Fakfelagsrørslan var sjálv við til at lyfta tað siðbundnu arbeiðarastættina, so at fólk har fóru at útbúgva seg og fingu fleiri møguleikar. Men óbeinleiðis er fakfelagsrørslan samstundis komin at saga greinina eitt sindur av, sum hon sat á. Tí øðrumegin hava vit verið øgiliga upptikin av at røkja áhugamálini hjá tí arbeiðandi fólkinum, men samstundis hava vit verið upptikin av, at børn og ommubørn og abbabørn okkara skuldu fá eina útbúgving og koma víðari. Tað er hetta mentanarliga umskiftið, sum eg haldi, at fakfelagsrørslan ikki hevur tikið í nóg stórum álvara. Hevur fakfelagsrørslan ikki duga nógv væl at laga seg til nýggjar tíðir? Nei, tað hava vit ikki duga nóg væl. Hvør er høvuðsorsøkin til tað? Ja, tað er ikki bert ein, men fleiri orsøkir. Tak bara mítt egna felag. Vit eru umleið 70.000 limir, men tað er ringt at fáa ung fólk at gerast limir. Tey flestu av okkum eru omanfyri 50. Tað eru fleiri, sum fara úr felagnum enn koma upp í, og soleiðis hevur gongdin verið í Norra yvirhøvur. Tað er ein ógvuliga stór avbjóðing at fáa boðskapin um felagið út, so at vit kunnu røkka nýggjum bólkum av arbeiðstakarum. Men eg haldi, at tað er so sera týdningarmikið at júst teir ungu arbeiðstakararnir skipa seg, tí arbeiðsmarknaðurin nú á døgum er nógv meira óútrokniligur, enn hann var fyrr. Tað er lættari at blíva uppsagdur. Fyribils størv eru vanligari nú á døgum og somuleiðis arbeiða fleiri fólk niðursetta tíð. Hetta ger, at tað er truplari hjá fólki at seta føtur undir egið borð. Alt í alt ger hettar, at tað bæði politiskt og individuelt sæð, er ein nógv størri tørvur at skipa seg í felag. Men eg haldi, at hetta eru fólk nokk ikki greið yvir. Brúk fyri fakfeløgunum Fyri nøkrum árum síðani kunngjørdi Jóannes Ejdesgaard, løgmaður at stættarstríðið var avblást og nú hoyri eg teg siga at krøvini til fakfeløgini eru broytt. Men er tað framvegis tørvur á fakfeløgum? Jú, so avgjørt. Skal eg draga ein evropeiskan paralell, so haldi eg, at tað er eingin ivi um, at tørvurin á fakfeløgum hevur ongantíð verið størri enn nú. Í 30­unum vóru lutfalsliga færri arbeiðsleys enn tað eru í dag. Tað var ein tíð við nasismu, kommunismu og fasismu. Víðgongdum hugsjónum, sum endaðu við holocaust og 2. heimsbard­ aga. 30'ini høvdu onga sterka institutionella kraft, við tað, at teir yvirskipaðu stovnarnir manglaðu. Í dag hava vit fleiri altjóða yvirskipaðar stovnar og felagsskapir í Evropa. Stovnar, sum eru mentir gjøgnum eina sterka fakfelagsrørslu. Fakfelagsrørslan í 2014 er, hóast nakað viknað tey seinnu árini, ein aktørur, sum megnar at taka við teimum avbjóðingum, sum fara at koma av emotionellum ella sosialum slagi í kjalavørrinum á fíggjarkreppuni. Hevur fakfelagsrørslan stóran týdning fyri fólkaræði? Heilt avgjørt. So avgjørt. Eg havi verið um allan heim og havi havt við fólkaræðiligar spurningar at gera. Hyggur tú at londunum, har fólkaræði hevur vunnið frama, so sæst, at har hevur fakfelagsrørslan altíð havt stóran leiklut. Í Suðurafrika, í stríðnum móti apartheid, vóru kirkjan og fakfelagsrørslan høvuðsorsøkin til, at Nelson Mandela varð latin leysur. Í Filipsoyggjum stóð fakfelagsrørslan aftanfyri, tá ið Cory kom til valdið. Og í Polen løgdu fakfelagsrørslan og Solidaritetur fyrstu lunnarnar undir fólkaræðið og mannarættindini, sum bleiv byrjanin til endan á kalda krígnum. So tað eru nógv dømi í heimssøguni um, at fakfeløgini hava ein leiklut, tá ið tað kemur til at byggja fólkaræði og skapa frið. Eisini í okkara øld eru fleiri dømi um, at fakfelagsrørslan hevur prógvað sín leiklut, tá ið umræður at loysa kreppur. Bæði í Sýria og í Tunesia er fakfelagsrørslan farin inn sum aktørur at finna loysnir. Tað sama síggja vit í Egyptalandi. Eg sigið ikki, at tað altíð er so, men eg sigið, at fakfelagsrørslan sum aktørur hevur ein heilt grundleggjandi leiklut í tí sivila samfelagnum, tá umræður at loysa kreppur og skapa frið. Tí hava fakfeløgini framvegis ein leiklut, eisini í okkara parti av heiminum, hóast konfliktirnar hjá okkum ikki eru so ógvusligar sum aðrastaðni. Londini tú nevnir, eru øll í eini uppbyggingartíð og hava ógvusligar sosialar trupulleikar. Spælir fakfelagsrørsl- an eisini ein leiklut í heimsins ríkastu londum við framkomnum fólkaræði, til dømis í Norra og Føroyum? Jú, og tað er bæði galdandi fyri Føroyar, tykkara fakfelag og fakfelagið, sum eg sjálvur arbeiði fyri. Um vit taka fakfelagsrørsluna í Føroyum, Norra og Norðurlondum sum heild, so hevur hon verið ein ógvuliga sentralur leikari, tá talan er um at loysa trupulleikar og konfliktir. Soleiðis hevur tað verið tey seinastu 50­60 árini, og soleiðis fer tað eisini at vera tey næstu 50-60 árini. Tá ið kreppan valdaði í Norra í 80'unum, vóru tað feløgini, sum stovnaðu tað sonevnda solidaritetsalternativið. Feløgini sýndu ábyrgd í lønarsamráðingunum og hetta gjørdi at prísvøksturin minkaði. Kappingarførið batnaði og tað loysti upp fyri trupulleikunum, sum vinnulívið stríddist við. Soleiðis hevur tað verið á so nógvum samfelagsøkjum. Fakfeløgini hava verið við í stríðnum fyri miljø og klima og í stríðnum fyri rættindum til kvinnurnar. Og eisini í arbeiðinum fyri einum fevnandi arbeiðsmarknaði, har pláss skal vera fyri øllum, hevur fakfelagsrørslan í Norðurlondum verið ein aktørur. So bæði í arbeiðinum at útbyggja vælferðarsamfelagið, at tryggja fólkaræðið og at skapa frið og loysa kreppur hevur fakfelagsrørslan samanumtikið verið ófør men tað má gerast við eini kós, ið miðar útaftur í arbeiði, tí allar kanningar vísa, at tess longri tú ert arbeiðsleysur, tess verri er aftur at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum. Málið snúði seg um lettisku byggifyritøkuna Laval, sum gjørdi eitt arbeiði í Svøríki. Svensk fakfeløg blokeraðu virksemið fyri at fáa fyritøkuna at gera sáttmála og forða fyri sosialari dumping. Málið endaði fyri ES-dómstólinum í Luksemborg, sum feldi dóm í 2007. Dómurin staðfesti, at blokadan var í stríð við ES-lóggávuna, við tað at hetta var ein avmarking í rættinum at flyta tænastur frítt um ES-mørk og at tað stóð ikki so nógv uppá spæl, at stríðsstigini kundu rættvísgerast. Bæði í Danmark, men serliga í Svøríki, er nationala lóggávan síðani laga til ES-dómin, sum fakfelagsrørslan metti sum eitt stórt afturstig, tí dómurin avmarkaði stríðsrættin hjá feløgunum. Tískil kom tað sum ein lætti fyri fakfelagsrørsluna í Evropa og Norðurlondum, tá Evroparáðið í fjør staðfesti, at Laval er í stríð við Sosiala Sáttmálan hjá Evropa ráðnum. Sosiala nevndin hjá Evroparáðnum, sum varar av mannarættindasáttmálanum, sigur, at londini skulu fylgja Sosiala Sáttmálanum og ikki ES dómstólinum. Heldur gera okkurt enn púrt einki, men tað má gerast við eini kós, ið miðar útaftur í arbeiði, tí allar kanningar vísa, at tess longri tú ert arbeiðsleysur, tess verri er aftur at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum. Tað fyrsta sum hendir, tá tú gerst arbeiðsleysur, og kenslan av at hava frí er av, er at tú kennir á tær sosiala avbyrging. Tú gerst mótfallin, hevur ikki hug til nakað sum helst. Eingin spyr eftir tær. Til avlops í samfelagnum, kanska var tað mín egna skyld, hugsar tú. Har fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, sum allir kunnu peika móti vónloysi. Tí siga vit, at vit vilja hava at tú skal velja okkurt. Tú má seta kósina og vit hjálpa í ein ávísan mun. Gerst tú einki nú, verður enn verri tá ein tíð er liðin. Tað staðfestir ein kanning ALS hevur gjørt millum síni viðskiftafólk. Tað sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á Tænastudeildini á ALS. Hann sigur, at sjálvandi hevði verið ynskiligt at fólk fingu eitt veruligt lønt starv aftur ongantíð ov skjótt, men tað ber ikki altíð til. Vit hava ymisk tilboð til viðskiftafólk okkara, men at noyða fólk at taka av onkrum ávísum tilboði, er til lítla nyttu, um fólk ikki sjálvi vilja tað. Hinvegin leggja vit sera stóran dent á at eggja fólki til at taka av og velja onkra førleikamenning, tí einki er so ringt, sum einki at gera, tí langtíðararbeiðsloysi bítur seg fast, sigur Høgni í Stórustovu, sum greiðir frá teimum grundleggjandi reglunum, sum ALS virkar eftir. Mótvegis arbeiðsloysisskipanum í flest øðrum londum, hevur hin føroyska ikki so nógvar fastlagdar reglur um hvussu aktivering skal fara fram, men vit hava tað sum neyðugt er. Fyrimunurin hjá okkum er, at vit kunnu laga okkara arbeiði at fáa fólk aftur í arbeiði, júst eftir hvat tænir hinum einstaka best í mun til at eydnast at fáa arbeiði aftur. Eisini má ein skipan ikki taka ábyrgdina frá fólki. Samstarv millum ALS og tann einstaka og arbeiðsgevarar er lykilin. Tí er tað fyrsta vit spyrja fólk um, hvørjar førleikar og hvørji ynski tey hava, tí hvør veit betur enn hin einstaki at svara hesum spurningum, sigur Høgni og leggur afturat, at júst hetta, at fólk sjálvi veruliga hava hug til at átaka sær eina ávísa uppgávu, hevur ikki bert týdning fyri tann einstaka, men ikki minni fyri tann arbeiðsgevara, sum skal taka ímóti hugaðum fólki. Høgni í Stórustovu leggur dent á, at tey skeið og tær verkætlanir, sum ALS hevur at bjóðað, snúgva seg um førleikamenning eins og persónliga menning, soleiðis at fólk eru best møguliga fyri at bera ábyrgdina av at eydnast við at fáa arbeiði aftur. Førleikamenning og ólønt arbeiði sum grundarlag fyri arbeiðsvenjing. Nøkur av hesum tilboðum eru verkætlanirnar við at savna og hagreiða ull, dyrka og selja epli og ikki minst Vakstrarhúsið, ið er ímyndin av at skapa verulig arbeiðstilboð, sum eru førleikamennandi og samfelagsgagnlig. Í hesum føri hevur ALS havt nøkur av sínum viðskiftafólkum til arbeiðis millum annað í vakstrarhúsinum í Sandavági og á skótadeplinum á Selatrað. Her hava fólk havt møguleika at arbeiða og harvið nema sær nýggjan kunnleika og menna sín arbeiðsførleika. Fíggjarliga fáa tey einans sín arbeiðsloysisstuðul, men tey koma út millum aðrar starvsfelagar og fáa ein skipaðan dag, samstundis sum tey eru við í einum samfelagsgagnligum arbeiði til gagns fyri mong. Kanska verða eisini spírar lagdir til nýggjar vinnur? Onnur skipan er ólønt starvsvenjing, har fólk fáa møguleika at royna seg á einum arbeiðsplássi í 14 dagar, har tey sjálvi hava sparka hurðina inn og bjóða seg fram, meðan tey framvegis fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul. Fólk fáa víst hvat tey duga, sýna áræði og mót og trúgva uppá seg sjálvan, og tað eru dømi um, at hendan tíðin hevur verið medvirkandi til at tey seinri hava fingið eitt varandi arbeiði. Væleydnað dømi um ólønt arbeiðstilboð, sum undanfari til varandi starv, er verkætlanin, sum ALS hevði við Smyril Line í fjør. Fólk fingu møguleika at velja og fyrireika seg til at arbeiða umborð á Norrønu í nakrar dagar. Og so mikið væl hevur gingist hjá fleiri teirra, at tey fingu møguleika at halda fram í vanligum starvi umborð á flaggskipi okkara fyri alt summarið. Hesa verkætlan fara tey at royna aftur í ár. Starvsvenjing Eftir hesi skipan kunnu arbeiðstøk sjálvi royna at fáa starv hjá arbeiðsgevara í upp til fimm mánaðir. Hann ella hon, sum fær eitt tílíkt starv, fær vanliga sáttmálaløn frá arbeiðsgevaranum, sum fær endurrindað eina upphædd, sum svarar til arbeiðsloysisstuðulin hjá viðkomandi, tó í mesta lagi 80 % av lønini. Høgni fegnast um góða úrslitið tey hava havt av hesum møguleikanum, tí heili 92 prosent av teimum, sum soleiðis eru komin í starvsvenjing, eru ongantíð komin inn aftur í ALS skipanina. Um skipanin skal góðskrivast fyri hetta góða úrslit er sjálvandi ikki at siga, men Høgni sigur, at tað vísir hvussu stóran týdning tað hevur at tann einstaki sleppur at vísa síni evni og førleikar í einum veruligum starvi, tí tað er tað sum gevur best úrslit. Starvstilboð Høgni sigur tað vera av alstórum týdningi, at tey hava eitt gott samstarv við arbeiðsgevararnar, og at hesir eru vitandi um tey tilboð, ALS hevur at bjóðað, og eisini kunnu koma við boðum um hvat vinnan spyr eftir av førleikum. Til tess fara tey meir miðvíst at seta seg í samband við allar arbeiðsgevarar at greiða frá teimum ymisku skipanunum, tí tess betri samband tey hava við arbeiðsmarknaðin, tess lættari er at fáa í lag samband millum tann sum leitar eftir arbeiði og arbeiðsgevaran. Í síni skráseting av viðskiftafólki hevur ALS allar upplýsingar um hvørjar førleikar og hvørji ynski fólk hava til eitt komandi arbeiði, og tí kann arbeiðsloysisskipanin eisini hjálpa til at arbeiðsgevarin fær júst tað fólki, sum hann hevur tørv á. Forðingar av heilsuávum. Ber til at broyta? Tíggjundahvørt viðskiftafólk hjá ALS hevur eina læknaváttan, sum boðar frá onkrari heilsuligari avmarking. Kann vera vánaligur ryggur av tungum arbeiði, ovurviðkvæmi ella okkurt annað. Hetta skapar ávísar avmarkingar fyri at átaka sær arbeiði, og tí er ein ætlan at skipa fyri miðvísari kanning og venjing fyri at geva fólki, har møguleiki er fyri menning, heilsubót, soleiðis at tey aftur fáa fleiri møguleikar fyri at koma aftur í arbeiði. Vikarskipan Fólk, sum eru skrásett í skipanina hjá ALS, hava eisini møguleika til at vera við í eini vikarskipan. Hendan skipan virkar á tann hátt, at um arbeiðsgevara bráðfeingis manglar starvsfólk, tí til dømis okkurt starvsfólk hevur fingið forfall og kann ikki møta til arbeiðis, kann arbeiðsgevarin boðað ALS frá, sum síðani letur boðini víðari til onkran í skipanini, sum hevur starvsroyndir á júst tí økinum. Eisini i hesum føri eru fleiri dømi um at fólk, sum fyrst hava fingið møguleika at royna seg á einum arbeiðsplássi, hava fingið varandi starv. Samfelagsins ábyrgd at rúma, skilja og kveikja ALS er nú farið undir at varpa ljós á arbeiðsloysi, ávirkan á fólk og fatanir, veruleikar og møguleikar í hesum sambandi: Hvat ber tað í sær at vera arbeiðsleysur? Høgni í Stórustovu sigur, at øll, sum í løtuni hava arbeiði, eru í vanda fyri at missa sítt arbeiði og hvat inniber tað. Tí er nýggjasta tiltakið hjá arbeiðsloysisskipanini bæði fyri tey arbeiðsleysu og øll onnur við. Tiltakið eitur Meðan vit bíða eftir arbeiði, og er skipað sum kvøldseta, sum fer fram í februar og mars. Eitt átak sum vónandi flytur vanahugsan. Vit vilja við hesum varpa ljós á tað samfelagsligu avbjóðingina, sum tað er at gerast arbeiðsleysur. Hetta at 1000 fólk ikki sleppa at brúka sínar førleikar, sum annars kundi komið bæði teimum sjálvum og øllum samfelagnum til góðar. Her liggja milliónir av óbrúktum arbeiðstímum og túsund fólk, sum ikki sleppa at avrika í mun til síni evni og hug, sigur Høgni, sum vísir á, at allastaðni í samfelagnum liggja arbeiðsuppgávur sum, vórðu tær gjørdar, høvdu ríkað lokalsamfelagið. Hann vísir á dømi við skótadeplinum, har arbeiðstøk hava bygt nakað upp til frama fyri ferðavinnuna. Onnur verkætlan hevur júst verið at gera eitt spælipláss við Skúlan á Trøðni. Í tí sambandi skipaðu tey fyri einum stuttum skeiði at handfara timbur. Praktiski parturin av verkætlanini var at gera spæliplássið til næmingarnar har, og luttakararnir lærdu at skapa nakað sum verulig meining var í, og harvið fáa kensluna av at gera mun í samfelagnum. Høgni vísir á, at tílík arbeiði verða ikki gjørd. Hvørki í ringum ella góðum tíðum, men tað sigur ikki tað sama sum at tað ikki er brúk fyri tí. Og tað er ein óførur pallur til arbeiðsvenjing, meðan bíða verður at koma aftur í arbeiði. Fólk, sum eru arbeiðsleys eru einstaklingar, ikki ein hópur Hjá ALS koma støðugt nýggjar verkætlanir á borðið. Høgni í Stórustovu sigur, at fleiri av átøkunum hava havt nakað við mold at gera. Vakstrarhúsarbeiði, epli, jarðber o.a.t. men nú fara tey eisini at royna seg á øðrum økjum, helst onkrum sum hevur við tøkni at gera. Tað mugu skapast tilboð øll 360 stigini á veg út aftur í arbeiði, so øll kunnu velja eina kós í mun til evni og førleikar. Spurdur um tað eru serligir bólkar, sum ALS varpar ljós á, sigur Høgni, at arbeiðsloysi millum ung er ikki størsti trupulleikin, sum eitt nú í grannalondum okkara, tó at tað ikki skal undirmetast. Verri er statt millum tey meira tilkomnu, sum gerast arbeiðsleys, og tí verður meira ljós varpað á eldri aldursbólkin. Hesi hava drúgvar lívs- og starvsroyndir, sum bara fara fyri ongum, og tað er stórt spell. Umframt hetta fara tey eisini undir onkra verkætlan fyri tey, sum Høgni kallar teir nýggju føroyingarnar. Útlendingar sum koma higar. Mong teirra hava týdningarmiklar førleikar, sum kundu komið okkum til góða á mongum økjum, men málið er ein forðing, so har er avgjørt nakað at fara til verka við, sigur hann. Vit hava mangan lyndi til at seta øll arbeiðsleys í ein og sama bás. Tað einasta sum hesi hava til felags er, at tey eru arbeiðsleys. Annars eru tey øll einstøk fólk, hvør við sínum ynskjum, evnum, førleikum, dreymum og persónleika, og skulu tey tí eisini virðast og farast við sum einstaklingar. Og tað er júst grundleggjandi hugburðurin hjá okkum í ALS, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á Tænastudeildini hjá ALS. Úr starvsvenjing í fast starv Ólavur Jøkladal letur væl at teimum tilboðum, sum ALS hevði at bjóðað honum, og sum hjálpti honum í fast starv. Hóast tú er komin nakað upp á árini og gerst arbeiðsleysur, er kortini vón fyri framman. Tað ásannar 61 ára gamli Ólavur Jøkladal, sum eisini fegnast um henda veruleika. Ólavur er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Flutti úr heimbýnum 17 ára gamal, til Havnar, har hann nam sær handils- og merkonom útbúgving. Síðani gekk leiðin til Danmarkar, har hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn tók prógv i tónleikavísund. Kom heimaftur í 1984 og virkaði í nøkur ár sum millum annað tónleikalærari á Læraraskúlanum. Umframt at hava tónleikin sum høvuðslærugrein, nam hann sær hesa tíðina eisini føroyskt sum hjálærugrein. Eftir hetta fór hann fór hann, saman við familjuni, í hjálpararbeiði á Filipinunum, har tey vóru í trý ár. Vit komu heim aftur í 2005, men trupult var at fáa fast arbeiði. Gekk arbeiðsleysur í einar sjey mánaðir, og av tí at eg ikki hevði havt nakað lønandi arbeiði í Føroyum, bar ikki til at koma upp í ALS-skipanina. Eg átók mær ymisk fyrifallandi arbeiði. Rættiliga ymiskar arbeiðsuppgávur, má eg siga, tí eg hevði hug at royna eitt sindur av hvørjum, greiðir Ólavur frá, sum fyri trimum árum síðani kom upp í arbeiðsloysisskipanina, sum hann eisini letur sera væl at. Hesi árini hevði eg av og á, tá einki arbeiði var, verið í ALS-skipanini, og fyri trimum árum síðani fekk eg møguleika til at luttaka á einum skeiði sum millum annað snúði seg um at miðla ein boðskap. Eitt sera gevandi skeið eins og onnur skeið, eg seinri luttók á, og sum eisini, eitt sindur seinri, vóru mikil hjálp til aftur at koma á veruliga arbeiðsmarknaðin, sigur Ólavur, sum nú starvast hjá Fólkaheilsuráðnum. Eg vildi framvegis fegin fáa eitt starv og ein dagin eydnaðist tað. Tað hendi eftir, at eitt av starvsfólkunum hjá ALS hevði luttikið í eini fólkaheilsukanning, og har spurt Pál Weihe, um hann ikki kundi hugsað sær at tikið onkran í starvsvenjing. Jú tað vildi hann, og eg fekk møguleikan. Starvið ber í sær millum annað nakað av skrivligum arbeiði og harafturat at miðla boðskapir frá Fólkaheilsuráðnum í sambandi við ráðsins endamál og virki. Í skipanini við starvsvenjing kanst tú vera í fimm mánaðir. Tú fær vanliga sáttmálaløn, og arbeiðsgevarin fær afturgoldið tað, hin arbeiðsleysi annars hevði fingið frá ALS, sigur Ólavur, sum var fegin um at koma í eitt starv, sum hann tó vónaði fór at gerast varandi. Og hesum eru nú útlit fyri. Nú er Ólavur í einum áramáls settum starvi, men hóast tað heldur hann seg sita eins tryggur og onnur, tí einki starv er tryggari enn uppsagnartíðin er long, sum hann málber seg. Í mínum føri er talan um eina sólskinssøgu, sum eg fegin vil siga øðrum sum eru í teirra støðu, eg sjálvur var í. Tað ræður um at halda seg til og taka av teimum tilboðum, sum ALS hevur at bjóða. Eins og tað hjálpti mær, kann tað eisini hjálpa øðrum, eisini um fólk eru komin nakað upp í árini, sigur Ólavur. Takið av ALS tilboðum Eisini um hesi ikki í fyrstu atløgu tykjast at føra til eitt varandi starv, eru ráðini hjá Kirstin Christiansen, sum hevur góðar royndir í so máta. Eftir lokna útbúgving í 1989 í táverandi Føroya Sparikassa og nøkrum árum í Danmark, kom Kirstin heim aftur í sítt gamla starv í Sparikassanum í 1996. Har virkaði hon til á sumri 2011, tá skerjingar á stovninum kostaði henni, eins og so mongum øðrum, starvið. Kirstin hevði verið so mikið leingi í starvinum, at hon fekk fráfaringarløn í nakrar mánaðir, og átók sær eisini ymisk fyrifallandi arbeiði til hon á vári í fyrrárið vendi sær til ALS. -Eg var ikki meira enn komin í ALS-skipanina, tá tey lýstu við einum arbeiðstilboði í vakstrarhúsinum í Sandavági. Hetta tóktist mær spennandi, hóast eg fekk eins nógv frá ALS, um eg bert sat heima. Eg hevði arbeitt á skrivstovu í mong ár, hví so ikki royna okkurt heilt annað? Vit vóru eini 12 fólkm rættiliga ymisk í allar mátar og í øllum aldri, men væl gekk. Arbeiðið dámdi mær sera væl, tí eg havi altíð havt áhuga fyri onkrum kreativum. Sera spennandi tríggir mánaðir vit fingu har, og eg lærdi almikið um tað, sum vit har tókust við,- og so at vera við til at byggja nakað upp og hava kensluna av eg tú ger mun, sigur Kirstin. Tá tíðin í vakstrarhúsinum var av, stóð Kirstini eitt tvey daga skeið í boði. Eitt skeið tey, sum Jan Willemoes helt fyri ALS. Nú hevði eg ikki havt eitt vanligt fast starv í meira enn eitt ár, so eg vildi royna alt, sum eg kundi koma til. Hetta skeiðið var eisini eitt sera gott val, sum birti upp undir persónliga menning, at royna at gera sær sjálvum greitt, hvat ein sjálvur vildi, og tað setti eisini ymiskt í gongd í mínum høvdi. Kanska skuldi eg byrja sum sjálvstøðug við onkrum. Kanska urtagarðsarbeiði, sum tíðin í Sandavági veruliga vakti ans fyri í mær. Men tá eg hugsaði nærri um støðuna, eg var í, einsamallur forsyrgjari við húsaskuld, so var neyðugt at leita mær eftir onkrum tryggari, so møguleiki var kanska aftur at leita til onkra skrivstovu, tí útbúgvingina hevði eg. Tað var tó heldur torført at fáa eitt hóskandi starv tá. Fáar vóru starvslýsingarnar og umsøkjararnir nógvir, ikki minst bankafólk, greiðir Kirstin frá, sum var so mikið heppin at koma á enn eitt skeið. Hesaferð eitt fyri íverksetarar, sum ALS hevði fingið Rana Nolsøe at hava. Sera spennandi og gevandi, tí enn hevði eg ikki mist vónina um at finna uppá okkurt sjálvstøðugt. Eg bleiv tó ikki meira sjálvstøðug enn so, at eg fór at binda millum annað fyri Guðrun & Guðrun. Men harafturat gjørdist eg alt meira virkin úteftir. Yngri sonur mín hevur autismu, og eg gjørdist nevndarlimur í felagnum. Var við til nógvar fundir og í arbeiðsbólkum. Hugsaði mangan aftur á boðskapin í teimum skeiðum, eg hevði verið á, at finna loysnir heldur enn at síggja forðingar. Jú hugsunarhátturin var broyttir, er Kirstin sannførd um. Fyri ári síðani kom Kirstin at hugsa um vikarskipanina hjá ALS, sum hon síðani meldaði seg til. Og tað vísti seg eisini at vera eitt sera gott hugskot. Í vikarskipanini verður tú skrásett við eitt nú útbúgving og arbeiðsroyndum, og er onkur arbeiðsgevari, sum leitar eftir fólki við hesum førleikum, fært tú boð. Og tað fekk eg rættiliga skjótt. Frá ALS fekk eg at vita, at á apotekinum í Havn sóknaðist tey eftir einum avloysara, og eg varð biðin um at venda mær til teirra. Eg so gjørdi. Hetta arbeiði var at koyra heilivág til viðskiftafólk og -stovnar; og leyst og liðugt var. Eg varð góðtikin. Apotekið er eitt stórt arbeiðspláss, og harafturat eru eisini mong komandi og farandi, serliga lesandi, sum eru har eina tíð. Eg varð sera væl móttikin. Øll starvsfólkini høvdu frammanundan fingið at vita, at har kom ein nýggjur starvsfelagi, so eg kendi meg avbera væl frá fyrsta degi. Eg var har fyrst ein mánað, men varð so biðin aftur eitt sindur seinri at avloysa í summarfrítíðini, sigur Kirstin, sum roknar við og vónar, at hetta kann gerast eitt varandi starv. Góðu ráðini, sum Kirstin fegin vil geva øðrum, sum eru í somu støðu sum hon var, eru at taka av tilboðum, sum ALS bjóðar. Eisini um tilboðið í fyrstu atløgu ikki beinleiðis tykist at hava eitt varandi starv við sær. Ikki minst tey skeiðini, sum miða eftir persónligari menning. Hesi skeið hava hjálpt henni, og hjálpa eisini øðrum, sigur Kirstin seg ikki ivast í. Flestu kommunur hava lægri fráfaringaraldur enn landið Landið vil hava fólk at arbeiða, til tey eru 70 ár ella longur. Nakrar kommunur fylgja landinum og siga fólki úr starvi, tá tey fylla 70. Men flestu kommunur senda fólk til hús longu, tá tey eru 67, og onkrar kommunur hava als ongan fráfaringaraldur. Stórur munur er á, hvørjar treytir almenn starvsfólk hava fyri, hvussu leingi tey kunnu vera í starvi. Starvsfólk í landsfyrisitingini og á landsstovnum verða í fyrsta lagi uppsøgd, tá tey fylla 70 ár. Starvsfólk í Tórshavnar kommunu og í Vága kommunu sleppa eisini at arbeiða, til tey verða 70 og onkuntíð longri. Men í Tvøroyrar kommunu og í fleiri av hinum størru kommununum verða fólk send til hús í somu løtu, tey fylla 67 ár. Í 2007 setti Fíggjarmálaráðið fráfaringaraldurin hjá almennum starvsfólki upp úr 67 til 70 ár. Tað varð gjørt í einum rundskrivi, ið var bindandi fyri allar stovnar undir landinum. Fyri einum ári síðani kunngjørdi Fíggjarmálaráðið í einum nýggjum rundskrivi, at fráfaringaraldurin hjá almennum starvsfólki framvegis er 70 ár, men at almennir arbeiðsgevarar nú eisini kunnu velja at leingja setanina hjá starvsfólkum, ið eru fylt 70 ár, í eitt avmarkað tíðarskeið. Hetta kunnu teir gera so ofta, teir vilja, og tískil er einki mark longur fyri, hvussu leingi starvsfólk hjá landinum kunnu vera í starvi. Nakrar kommunur hava gjørt sum landið og sett fráfaringaraldurin til 70 ár, og onkrastaðni hava starvsfólk hjá kommunum eisini møguleika at halda fram at arbeiða, eftir at tey eru fylt 70. Men tær flestu kommunurnar halda fast við, at fráfaringaraldurin skal vera 67 ár. Í fleiri kommunum kunnu starvsfólk tó søkja um at halda fram at arbeiða eftir at verða fylt 67. SEV, ið er ein millumkommunalur felagsskapur, valdi fyri skjótt tveimum árum síðani at fara øvugtan veg enn landið. SEV hevði sett fráfaringaraldurin til 70 ár, men tá felagsskapurin skuldi spara og vildi siga fólki úr starvi, varð fráfaringaraldurin settur niður aftur til 67 ár. Flestu kommunur hava reglur Tær flestu størru kommunurnar í landinum hava samtykt reglur fyri, hvussu høgur fráfaringaraldurin skal vera, og um tað skal bera til at gera undantøk. Í Tórshavnar kommunu, ið er nógv størsta kommunan í landinum og hevur umleið 1400 fólk í starvi, hevur býráðið samtykt, at fráfaringaraldurin skal vera 70 ár. Fólk í leiðandi størvum skulu tó víkja fyri yngri kreftum, tá tey fylla 67 ár, og verða í staðin flutt í annað starv í kommununi. Í serligum føri kunnu fólk eisini fáa loyvi at halda fram at starvast hjá kommununi, eftir at tey eru fylt 70. Í næststørstu kommununi, Klaksvíkar kommunu, sleppa fólk ikki at arbeiða so leingi sum í Tórshavnar kommunu. Í Klaksvík hevur býráðið gjørt av, at starvsfólk skulu gevast at arbeiða, tá tey fylla 67 ár, men tey kunnu søkja um at halda fram, og heldur kommunan seg hava pláss fyri teimum, fáa tey loyvi at arbeiða, til tey verða 70. Í Tvøroyrar kommuna er hinvegin knívskorið. Har er fráfaringaraldurin 67 ár, og eingin sleppur at halda fram longur enn tað. Av teimum fimtan størstu kommununum í landinum hava tíggju valt 67 ár sum fráfaringaraldur. Seks av teimum tíggju, ið hava 67 ár sum fráfaringaraldur, geva møguleika fyri fráviki, so fólk kunnu søkja um at sleppa at arbeiða longri. Bert Tórshavnar kommuna og Vága kommuna hava formliga ásett 70 ár sum fráfaringaraldur. Í Vága kommunu ber eins og í Tórshavnar kommunu til at søkja um at sleppa at arbeiða eisini eftir at vera fyltur 70. Av teimum fimtan størstu kommununum eru seks kommunur, ið ongan fastan fráfaringaraldur hava. Tvær teirra hava ætlanir um at fáa eina fasta skipan, meðan hinar fýra ikki halda seg hava tørv á leiðreglum á økinum. Óluva Joensen, 67 ár og pensiónistur Eg hevði heldur vilja valt sjálv. Óluva Joensen fylti 67 ár í november í fjør og gavst í starvinum sum roknskaparfólk hjá Tvøroyrar kommunu 1. desember. Hon trívist væl í nýggju tilveruni sum pensjónistur og leingist ikki aftur til arbeiðis, men hon hevði heldur sjálv vilja valt, nær hon skuldi gevast at arbeiða. Í Tvøroyrar Kommunu er fráfaringaraldurin 67 ár, og Óluva Joensen hevði tí leingi vitað, at hon skuldi gevast í arbeiði sínum sum roknskaparfólk hjá kommununi, tá hon fylti 67 ár í november. Longu seks mánaðir frammanundan segði hon seg sjálv úr starvi. Tað lá líkasum í luftini, at tað skuldi eg gera. Annars hevði eg verið uppsøgd, og so kundi eg eins væl gera tað sjálv, sigur hon. Óluva visti, at starvsfólk hjá landinum ikki fara frá fyri aldur, fyrrenn tey eru 70 ár. Hon spurdi seg fyri og fekk at vita, at hetta ikki var galdandi fyri kommunurnar. Eg haldi, at starvsfólk hjá kommununum áttu at havt sama møguleika. Eg hevði ikki sjálv tikið av, tí eg haldi meg hava arbeitt nóg nógv, men eg hevði vilja havt valið, sigur hon. Stórtrívist sum pensiónistur Óluva er útbúgvin merkonomur í roknskapi og hevur arbeitt í fyrisitingini hjá Tvøroyrar kommunu í 20 ár. Tilsamans hevur hann arbeitt í meira enn 50 ár á skrivstovum á Tvøroyri, í Havn og eisini niðri í Danmark. Mær hevur dámt væl at arbeiða, men eg vil eisini hava tíð til annað, meðan eg enn havi tað gott. Og eg má siga, at eg stórtrívist sum pensjónistur. Eg eri nógv úti og gangi til ymiskt frítíðarítriv, og eg undirvísi eisini á kvøldskúlanum í skaftaveving, sigur hon. Óluva gongur hvønn dag framvið gamla arbeiðsplássi sínum, men henni leingist onga løtu eftir at sleppa aftur til arbeiðis. Tað er virkuliga deiligt at kunna gera, sum eg vil. Eingin blandar seg uppí nakað, og eg havi ríkiligt av tíð til børn og ommubørn, sigur hon. Óluva klárar seg við fólkapensjón og eftirlønarútgjaldinum, ið hon fekk, tá hon gavst at arbeiða. Hon byrjaði ikki av álvara at spara upp til eftirløn fyrrenn í 2000, tá Tvøroyrar kommuna fekk sáttmála við Starvsmannafelagið. Teir pengarnar, hon náddi at spara upp, fekk hon útgoldnar í einum, tá hon gavst at arbeiða 1. desember. Eg kundi valt at fingið eftirlønina leypandi. Tað loysti seg betur at fáa alt útgoldið, men nú má eg sjálvandi ansa eftir, hvussu eg brúki pengarnar, sigur hon. Hon og maðurin loyvdu sær tó at fara á eina cruise-ferð í Miðalhavinum, tá hon gavst at arbeiða. Eg vil njóta lívið, meðan eg kann. Tað loysir seg ikki at útseta nakað, sum man hevur ætlað sær, tí eingin veit, hvussu leingi man orkar. Og nú hava vit upplivað nakað, sum vit kunnu tosa um í fleiri ár, sigur hon. Petur Rouch, 68 ár og samskipari í Almannamálaráðnum Vil hava tíð til annað enn arbeiðið eisini Petur Rouch verður 69 ár í august, men hann hevur ongar ætlanir um at gevast at arbeiða. Hann trívist í sínum arbeiði sum KT-samskipari í Almannamálaráðnum og megnar til fulnar tær arbeiðsuppgávur, hann hevur. Eg havi eitt lætt og dámligt arbeiði, sum eg yvirkomið og klári. Eg havi tann fyrimunin, at eg sjálvur kann velja, hvat eg vil gera, og tað er ikki neyðugt hjá mær at seta meg inn í ta nýggjastu tøknina innan snildfonir og líknandi, sigur hann. Fáur hevur so drúgvar royndir við telduskipanum í Føroyum, sum Petur Rouch. Tey flestu av sínum umleið hálvthundrað arbeiðsárum hevur hann arbeitt við telduskipanum í almennu fyrisitingini, og hann hevur eisini eitt skifti havt egna KT-fyritøku saman við øðrum. Eg byrjaði at arbeiða við telduskipanum í 1967. Tá vóru tvær teldur í Føroyum, og aðra átti eg. Síðani havi eg fylgt menningini frá holkortum til breiðband. Útbúgving var eingin, tá eg byrjaði, og eg havi ikki havt fyri neyðini at taka nakra útbúgving síðani, tí eg havi havt ta servitan, eg havi havt tørv á í mínum arbeiði, sigur hann. Tíð til tónleik Petur Rouch hevur tó eisini fingist við annað enn telduskipanir. Hann hevur stóran áhuga fyri tónleiki og hevur í fleiri ár havt tónleikasendingar í Útvarpinum. Fyri einum ári síðani bað hann um at verða settur niður í arbeiðstíð, tí hann vildi hava meira tíð til annað enn arbeiði. Hann arbeiðir nú fýra dagar um vikuna í Almannamálaráðnum og hevur ein fastan dag um vikuna, sum hann brúkar til tónleikin. Útvarpssendingarnar hava mest verið eitt frítíðarítriv, sum hevur givið tilveruni meira lit. Men nú eri eg farin at brúka meira tíð uppá sendingarnar, og tað dámar mær sera væl, sigur hann. Petur Rouch heldur tað vera frálíkt, at starvsfólk hjá tí almenna kunnu arbeiða, til tey eru 70 ár ella longri. Men tað hevur eisini stóran týdning, at eldri starvsfólk fáa møguleika at fara niður í tíð. Eg vil hava tíð at njóta lívið eitt sindur meira. Eg havi einki ímóti at arbeiða, men tá tú hevur arbeitt við tí sama í nógv ár, so hevur tú tørv á øðrum innihaldi í tilveruni eisini, sigur hann. Hann dylur ikki fyri, at tað eisini hevur stóran fíggjarligan týdning fyri seg at halda fram at arbeiða. Eg kann loyva mær meira, tá eg fái løn, eg kann til dømis fara at ferðast, tá eg vil. Tá eg verði pensioneraður, noyðist eg at broyta livihátt, tí eg fái nógv minni at liva av. Eg fái eina kapitaleftirløn útgoldna í einum, og síðani má eg klára meg við fólkapensjón og samhaldsfasta, sigur hann. Petur Rouch hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at halda fram at arbeiða, eftir at hann fyllir 70 ár næsta ár. Tað er gott at tjena pengar, men pengar hava ikki alt at siga. Eg ætli mær ið hvussu er ikki at halda fram at arbeiða frá kl. 8 til 17. Tað eri eg vorðin ov gamal til. Men um onkur hevur brúk fyri mínum serkunnleika á annan hátt, so er væl hugsandi, at eg kann arbeiða eisini eftir, at eg verði 70, sigur hann. Undrunarvert, men helst ikki ólógligt Í Føroyum kunnu land og kommunur frítt ráða fyri, hvussu gomul starvsfólk teirra skulu vera, tá tey skulu sigast upp vegna aldur. Eingin lóg ásetir nakran fráfaringaraldur, og eitt rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum er tað einasta, ið almennir stovnar hava at halda seg til. Men rundskrivið er bert bindandi fyri landsstovnar. Kommunurnar gera hvør í sínum lagi av, hvønn fráfaringaraldur tær vilja hava, og um tær yvirhøvur vilja hava nakran fastan fráfaringaraldur. Í Danmark og í flestu londum í Evropa kunnu hvørki almennir ella privatir arbeiðsgevarar siga fólki upp vegna aldur, fyrrenn tey eru fylt 70 ár. Í Føroyum er eingin lóg um fráfaringaraldur, men Fíggjarmálaráðið hevur í einum rundskrivi gjørt av, at fráfaringaraldurin hjá almennum starvsfólkum skal vera 70 ár. Rundskrivið er bindandi fyri landsstovnar, men kommunur og kommunalir felagsskapir ráða sær sjálvum, og flestu teirra hava gjørt egnar reglugerðir um, nær fólk skulu gevast at arbeiða. Fleiri av hesum reglugerðum eru ikki í samsvari við tað, ið landið ásetir. Tað er greitt, at tað er ólógligt, um allir landsstovnar ikki hava sama fráfaringaraldur. Men um starvsfólk hjá kommunum kunnu krevja sama fráfaringaraldur sum landið við at vísa til eina meginreglu um, at almenn starvsfólk eiga at verða viðgjørd líka, er ein ivaspurningur, sum bert kann avgerast, um eitt tílíkt mál endar í rættinum. Eg havi tó ein illgruna um, at eitt tílíkt mál hevði verið víst aftur av rættinum, tí við tí sjálvræði, kommunurnar hava, hava tær helst rætt til at skipa hetta økið eftir egnum høvdi, sigur Sigmund Poulsen, løgfrøðingur. SEV og mannarættindini Fyri skjótt tveimum árum síðani setti SEV, ið er kommunalur felagsskapur, fráfaringaraldurin niður frá 70 til 67. Tá talaði Landsfelag Pensjónista at, tí felagið helt, at hetta var í stríð við Evropeiska Mannarættindasáttmálan, ið Føroyar hava undirskrivað, og sum tí eisini er galdandi í Føroyum. Eftir Evropeiska Mannarættindasáttmálanum er bannað at diskriminera fólk vegna millum annað aldur, og tað merkir, at ein arbeiðsgevari ikki hevur loyvi at brúka aldur sum grundgeving, tá hann sigur fólki úr starvi. Men ES-dómstólurin hevur eisini gjørt av, at tað er í lagi at hava ein starvsfólkapolitikk, sum ásetir ein fastan fráfaringaraldur, um fólk hava møguleika at fáa pensjón, tá tey verða søgd úr starvi. Í Føroyum kunnu starvsfólk hjá tí almenna eins og øll onnur fáa fólkapensjón, tá tey fylla 67, og tí er tað sambært ES-dómstólinum ikki í stríð við evropeisk mannarættindi at áseta 67 ár sum fráfaringaraldur. Undrunarvert At nøkur almenn starvsfólk noyðast at gevast at arbeiða, tá tey fylla 67 ár, meðan onnur kunnu halda fram, til tey verða 70, og nøkur enntá uppaftur longri, er tískil neyvan ólógligt. Men fyri tað kann tað vera løgið og tykjast órættvíst. Tað er undrunarvert, at land og kommunur ikki hava sama fráfaringaraldur, og tað er eisini undrunarvert, at allar kommunur ikki hava sama fráfaringaraldur. Men tað er helst ikki ólógligt, sigur Sigmund Poulsen. Nýggja eftirlønarlógin ger tað minni lønsamt at arbeiða longri Samstundis sum landsstýrismaðurin í f íggjarmálum vil eggja fólki til at arbeiða longur við at hækka fráfaringaraldurin, hevur sami landsstýrismaður fingið eina nýggja eftirlønarlóg samtykta í løgtinginum, sum ger tað minni lønsamt hjá fólki at vera longri á arbeiðsmarknaðinum. Sambært nýggju eftirlønarlógini, ið kom í gildi 1. januar í ár, byrjar útgjaldið frá persónligu eftirlønarskipanini, samstundis sum fólkapensjónin verður útgoldin. Eftir henda dag ber heldur ikki til longur at gjalda inn til persónligu eftirlønarskipanina. Nýggja lógin knýtir persónligu eftirlønina at almennu pensjónini. Vilja fólk bíða við at fáa persónligu eftirlønina, so noyðast tey eisini at útseta fólkapensjónina. Fleiri starvsfólk hjá tí almenna hava valt at arbeiða, til tey eru 70 ár, tí tey millum annað hava havt trupult við at klára seg við fólkapensjón og samhaldsfasta og tí sindri, tey hava nátt at spara upp í persónligari eftirløn. Tað hevur loyst seg væl at spara upp í trý ár afturat og fáa eftirlønina útgoldna, tá tey eru fylt 70 ár í staðin fyri 67. Men hesin møguleikin er nú ikki til longur. Øll starvsfólk hjá tí almenna hava sáttmálabundnan rætt til at fáa umleið 15% av lønini í eftirlønargjaldi. Einki er ásett um, hvussu nú verður við eftirlønargjaldinum hjá teimum, ið eru fylt 67 ár og ikki longur kunnu spara upp til eftirløn. Verður eftirlønargjaldið útgoldið sum vanlig løn, kunnu fólk sjálvi gjalda inn á eina uppsparingarkontu, um tey hava hug til tað, men tað fer ikki longur at bera til at draga inngjøldini frá í skatti, og tað verður tí ikki øðrvísi enn at seta pengar inn á eina bankabók. Eingin fráfaringaraldur skal vera Fólk skulu hava loyvi at arbeiða so leingi, tey hava hug og evnir. Aldur eigur ikki at vera ein haldgóð grundgeving hjá arbeiðsgevarum at siga fólki úr starvi. Tað heldur Arne Thorsteinsson, ið er formaður í Landsfelag Pensjónista. Men flestu almennu arbeiðsgevarar geva ikki fólki loyvi til sjálvi at gera av, nær arbeiðslívið skal enda. Bæði land og kommunur hava mørk fyri, hvussu leingi fólk sleppa at arbeiða, og metingar av førleika hjá tí einstaka verða ikki gjørdar. Hetta er aldursdiskriminasjón. Fólk vita best sjálvi, nær tey ikki orka at arbeiða longur. Og tað hevur stóran týdning fyri tann einstaka, at hann sjálvur sleppur at tilrættisleggja sítt lív, eisini tá tað snýr seg um, nær hann skal gevast at arbeiða, sigur formaðurin í Landsfelag Pensjónista, Arne Thorsteinsson. Almennir arbeiðsgevarar skulu hava haldgóðar grundgevingar fyri at siga fólki upp,og hetta eigur eisini at vera galdandi fyri eldri starvsfólk, heldur Arne Thorsteinsson. Tað er uppgávan hjá arbeiðsgevaranum at meta um førleikarnar hjá starvsfólkunum. Um eitt starvsfólk ikki longur megnar sítt arbeiði, so er hetta ein haldgóð uppsagnargrund. Men at eitt starvsfólk hevur ein ávísan aldur, sigur einki um arbeiðsførleikan, og tað eigur tí ikki at vera ein grundgeving fyri at siga eitt fólk úr starvi, sigur hann. Arne Thorsteinsson heldur, at arbeiðsgevarar skulka sær undan síni ábyrgd við at hava ein fastan fráfaringaraldur. Hetta er ein máti hjá arbeiðsgevarum at smoyggja sær undan skyldu síni at meta um førleikan hjá starvsfólkunum. Tað er ein uppgávu, ið kann vera trupul, men sum almennir stjórar fáa góða løn fyri at røkja, sigur hann. Fólkapensjónin er ein rættur Nakrir almennir arbeiðsgevarar hava ásett fráfaringaraldurin til 67 ár, tí tá hava fólk rætt til at fáa fólkapensión og útgjald úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum. Men fólkapensiónin og fráfaringaraldurin hava einki við hvørt annað at gera, vísir Arne Thorsteinsson á. Fólkapensiónin og útgjaldið úr Samhaldsfasta er ein rættur, vit hava, og sum vit hava fingið lyfti um, at vit skulu fáa, tá vit fylla 67 ár. Men tað merkir ikki, at vit skulu gevast at arbeiða, tá vit verða 67. Nógv eru væl fyri og vilja fegin arbeiða longur, og fyri nógv hevur tað eisini stóran týdning at kunna fáa løn í nøkur ár afturat. Ein stórur partur av teimum, ið nú nærkast pensjónsaldri, hava lítla ella onga eftirlønaruppsparing, og tað ber illa til at klára seg bert við fólkapensjón og Samhaldsfasta, sigur hann. Fíggjarmálaráðið hevur havt ætlanir um at hækka fólkapensjónsaldurin eftir fáum árum, men tað hevði verið óðamannaverk, heldur formaðurin í Landsfelag Pensjónista. Tað er rætt, at fólk liva longri og eru betri fyri, og tí kunnu fleiri eisini arbeiða longri. Men tey, ið nærkast fólkapensjónsaldri, hava roknað við at fáa pensjónina, og tað kunnu myndugleikarnir ikki bara taka frá teimum. Skal pensjónsaldurin hækka, so má tað henda yvir heilt nógv ár, soleiðis at tað verða tey, ið nú eru ung og hava góðar eftirlønaruppsparingar, ið skulu bíða eitt sindur longri eftir fólkapensjónini, sigur hann. Arne Thorsteinsson fegnast samstundis um, at Fíggjarmálaráðið hevur hækkað fráfaringaraldurin til 70 ár og eisini latið upp fyri, at starvsfólk kunnu halda fram í tíðaravmarkaðum starvi eftir, at tey eru fylt 70 ár. Tað vísir, at tað almenna hevur brúk fyri teimum eldru starvsfólkunum. Men so mugu tey eisini fáa møguleika at arbeiða og ikki verða uppsøgd, tá tey røkka ein ávísan aldur, sigur hann. Havnarmaður við stóra H, HB-ari við ikki smærri stavum fyri ikki at tala um countryáhugan hjá 44 ára gamla Allan Samuelsen, sum hesi seinastu árini helst er mest kendur fyri stóru tónleikatiltøkini, hann hevur skipað fyri. Allan, sum er avlærdur typuteknikari, hevur eisini útbúgving innan sjúkraflutning, og hevur seinastu 13 árini starvast hjá sjúkraflutningstænastuni við starvsstaði í Eysturoynni. Tað er tó áhugin fyri countrytónleiki og teimum tiltøkum í sambandi við hesa somu sjangru, sum vit kenna hann best frá. Tað var frá heilt ungum aldri at eg fall fyri hesum tónleiki, og hetta hevur hingið við alla tíðina. At tað kom so langt, at eg fór at skipa fyri ymiskum country tónleikatiltøkum var meira ella minni av tilvild. Tað var eitt kvøld í 2007 at eg sat á vakt. Sat við telduna at stytta mær stundir við nøkrum countrytónleiki og kom at hugsa um, at tað júst vóru 10 ár síðani at eg hevði verið til eina Bellamy Brothers konsert uppi á Hálsi. Viðhvørt er stutt millum tankar og gerð, og áðrenn eg rættiliga visti av, so hevði eg skrivað til fyriskiparan hjá Bellamy Brothers og spurt um tað ikki var eitt hugskot, at teir endurtóku upplivingina í Føroyum. - Seks vikur gingu, roknaði tá ikki við at fáa svar, men við eitt kom teldupostur frá hesum sama, sum eg hevði skrivað til. Hann skrivaði, at tað høvdu teir ikki beinleiðis hugsað um, men spurdi nær frægast mundi vera at koma, og um eg hevði áhuga at skipa fyri. Tá var eingin vegur aftur. Teir komu higar og høvdu eina konsert á Tvøroyri og eina í Havn. Síðani tá hava teir verið her tvær ferðir, greiðir Allan frá. Hann gavst ikki so, og fekk avtalu við so navnframar countrysangarar sum Charlie Pride og Bobby Bare, umframt orkestur úr Noregi og Danmark. Harafturat skipaði hann eitt vikuskifti fyri einum countryfestivali á Hálsi, og alt riggaði sera væl. Svøvnleysar nætur Jú, eg brúki nógva tíð til hetta og stórur vági er við hesum, tí tú veit ikki frammanundan hvussu fólk taka undir við tiltøkunum. Og tey kosta nógvar pengar hóast eingin kemur at lurta. Plássið í høllini er eisini avmarkað til 1200 fólk, og mark er fyri hvussu mikið tú kann taka fyri atgongumerkini, men eg geri tað av áhuga. Tíbetur hava tiltøkini higartil borið seg fíggjarliga, men at kalla einki hevur ligið eftir tá hvør hevur fingið sítt, sigur Allan sum ásannar, at mangan hevur hann ligið svøvnleysar nætur og hugsa um tað nú fór at bera til aftur hesaferð. Til Nashville Einaferð at koma til Nashville, høvuðssæti hjá countrytónleikinum, var leingi mín stóri dreymur, og loksins so eydnaðist tað eisini. Eg visti, at Hallur Joensen lá á ferð har yvir í sambandi við at spæla inn sína fyrstu fløgu, og so var bara at liggja framvið at gera honum ferðalag. Vit vóru nakrir, sum fóru við honum, og tað var ein uppliving, sum tú ikki gloymir. Hittu mong spennandi fólk millum annað mín gamla brævvin, fyriskiparan hjá Bellamy Brothers, og vit fingu enntá gjørt onkrar avtalur millum annað soleiðis at tónleikararnir, sum seinri komu til Føroya í sambandi við næstu fløguna hjá Halli, og sum tá eisini nýttu høvi til at hava tvær konsertir á Hálsi. Ein nærliggjandi spurningur kundi verið um tað veruliga ber til bara at møta upp yviri í Nashville og har koma á tal við tær stóru stjørnirnar. Tað hugsaði eg eisini, hvussu ein glaður amatørur úr Havn kundi koma í samband við hesar stóru fyrimyndir, men tað vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki, bara man er saman við teimum røttu fólkunum. Trupulleikin at fáa tílík nøvn higar er, at ein tílík long ferð til Føroya gerst ikki sum eitt einstakt prosjekt, men má gerast í sambandi við konsertir aðrastaðni í grannalondum okkara. Harafturat má ein tílík konsert í Føroyum vera eitt vikuskifti, og tað er júst tá teir kundu vunnið stórar pengar av einum munandi størri tiltaki aðrastaðni, sigur Allan sum kortini hevur ta fatan, at tey, sum hava verið her, hava latið sera væl at. Kann neyvan lata vera Spurdur nær hann skipar fyri næsta tiltakinum sigur Allan, at hvørja ferð eitt tiltak er av, er hansara fyrsti tanki, at hetta var hitt seinasta. Men hóast tað ásannar hann, at hann neyvan kann lata vera, hóast nógv stendur upp á spæl fíggjarliga. Alt skal gjaldast frammanundan áðrenn nøkur króna kemur aftur í kassan, og so eru føroyingar soleiðis háttaðir, at fólk keypa sær ikki atgongumerki fyrr enn í síðstu løtu, og tí er ikki greitt hvussu úrslitið verður, fyrr enn dagurin kemur tá orkestrið fer á pallin. Tú kann kalla hetta tað reina nostalgi, men tí skal eisini vera rúmd fyri. At síggja hvussu hendan stóra mannfjøld, mest rættiliga tilkomin fólk og ikki so fá komin rættiliga væl til árs, stuttleika sær, er ein sonn frægd at uppliva. Tær góðu gomlu stjørnurnar innan contrytónleikin fara eisini at fækkast, og tað setir eisini sínar avmarkingar sigur Allan, sum ikki vil avskriva møguleikan fyri at hann enn einaferð fer undir eitt størri tónleikatilfar á Hálsi. Verður tað til tað, so verður sjangran hin sama, tí eg havi als ongar ætlanir um at fara í kapping við verandi festivalar og tann tónleik, sum teir leggja seg eftir, sigur Allan Samuelsen, sum er sera fegin um at miðlanir hjálpa so væl til við umrøðum og samrøðum, og á tann hátt menna áhugan fyri tílíkum tónleikatiltøkum. Tøgnmentan Tørvar okkum skipanir í Føroyum sum tryggja, at fólk kunnu smetta um lógloysi og óreglusemi á sínum arbeiðsplássi, uttan at stúra fyri avleiðingunum? Í blaðnum hesaferð varpa vit ljós á whistleblowers. Eitt hugtak, sum í fyrstani varð knýtt at nøvnum sum Snowden og Assange og amerikonskum hernaðarloynidómum, men sum seinastu mánaðirnar hevur víst seg at vera bæði aktuelt og viðkomandi her á landi eisini. Fjølmiðlafólk siga, at flestu almennu starvsfólk í Føroyum eru bangin fyri at siga sína hugsan og koma fram við síni vitan um skeivleikar og óreglusemi. Ein kanning, ið tveir stjórnmálafrøðingar gjørdu fyri nøkrum árum síðani, vísti eisini, at nógv embætisfólk aftra seg við at siga sína áskoðan ella tosa um mál, ið tey hava innlit í. Fleiri hava kent sviðan av at hava úttalað seg á arbeiðsplássinum, og tí velja tey heldur at tiga. Tað valdar ein tøgnmentan millum embætisfólk, verður sagt. Vit hava millum annað sæð stjóra loystan úr starvi, nakað eftir at starvsfólk høvdu rópt varskó vegna avleiðingar av ógvusligu skerjingunum. Í fyrstu atløgu blivu boð frá leiðsluni skilt sum munnkurv til starvsfólkið. Hetta bleiv rættað, men hevur uttan iva gjørt tað lætt hjá politiska myndugleikanum seinni at gagnnýta støðuna, soleiðis at fokus varð flutt frá upprunaligu orsøkini. Tí førda politikkinum. Kring okkum verður arbeitt við at finna loysnir, sum kunnu tryggja, at almenn starvsfólk tora at slatra um óreglusemi á arbeiðsplássinum. Tey gera whistleblowerskipanir, har starvsfólk, dulnevnd og uttan at nýtast at óttast avleiðingar, kunnu boða frá óreglusemi. Eingin ivi er um, at tíðin er búgvin til at eisini vit í Føroyum umhugsa, hvørt vit skulu seta í verk whistleblowerskipanir, har starvsfólk, dulnevnd og uttan at nýtast at óttast avleiðingar, kunnu boða frá óreglusemi. Um verandi skipanir ikki eru nóg góð trygd fyri opinleika og gjøgnumskygni í fyrisitingini, um mentanin er at tiga heldur enn at nýta grundlógarfesta talufrælsið, ja so mugu eisini vit hugsa um aðrar loysnir. Undir áhugaverdari framløgu á álitisfólkafundi fyri nøkrum døgum síðani, skeyt Heini í Skorini, granskari, upp, at fakfeløg fara undir arbeiðið at gera eitt manifest, ið varpar ljós á talufrælsið hjá starvsfólki. Tann nýggja miðfyrisitingin Í blaðnum í dag kunnu vit lesa um at miðfyrisitingin skal endurskoðast. Tað hevur samgongan avgjørt og tað er skilagott. Tað er gott at vit rannsaka okkum sjálvi sum samfelag. Kanna eftir um skipanirnar virka nóg væl og um ikki okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Men samgongan hevur eina aðra dagsská eisini. Sparing. Miðfyrisitingin skal rationaliserast og effektiviserast. Vit skulu hava meira fyri minni, verður sagt. Tað er harmuligt og eisini utopiskt. Eingin ivi er um, at við nýggju miðfyrisitingini, sum varð stovsett miðskeiðis í 90'unum er bøtt um rættartrygdina. Vit hava fingið lóggávu, ið er ramma um góða fyrisitingin og fleiri vælútbúgvin fólk, at manna stovnarnar. Men fyrisitingin er ung og hevur ikki fótað sær. Landsgrannskoðanin hevur í áravís víst á afturvendandi brek í fyrisitingini og staðfest veikleikar í lógarsmíðnum. Mál sum Grannskoðaramálið og málið um Skálafjarðatunnilin hava avdúkað grundleggjandi veikleikar í fyrisitingini og hjá Løgtinsins Umboðsmanni síggja tey eina fyrisiting, sum er meira afturlatin enn í grannalondunum. Eitt kjakupplegg, sum ein arbeiðsbólkur av embætisfólkum undir landsstýrinum fyri kortum hevur latið úr hondum, er áhugavert og væl úr hondum greitt. Tó vita vit, at hetta er gjørt í skugganum av sparingum. Ikki út frá einum ynski um, at skapa eina fyrisiting, sum er minst líka góð, sum í teimum framkomnu rættarsamfeløgum, vit vilja sammetast við. Har rættartrygdin og góðskan í málsviðgerð og lóggávuarbeiði er á minst líka høgum stigi sum hjá teimum. Nei. Drívmegin handa ynskið samgongunnar at endurskoða miðfyrisitingina er sparing. Tað er harmuligt, tí sum rættarsamfelag kunnu vit koma at rinda ein ógvuliga høgan prís Nógv spennandi at bjóða ferðafólki Millum annað skipa vit eisini fyri ævintýrtúri eftir aldargomlum søguslóðum, sigur Hanna á Reynatúgvu, kunningarleiðari fyri Sands Sýslu Ferðavinnufelag, sum fegin vil gera Sandoyarøkið sjónligari í ferðavinnuhøpi. Sandoyar Sýslu Ferðavinnufelag fevnir um Sandoynna, Skúvoynna og Stóru Dímun. Til tess at taka sær av hesum øki í ferðavinnuhøpi, settu tey Sandoyar Kunningarstovu á stovn, har Hanna á Reynatúgvu, hesi bæði seinastu árini, hevur verið leiðari. Hetta er hálvtíðarstarv, og hevur hon tí eisini møguleika til framvegis at virka sum ergoterapeutur, nakrar tímar í fríyrki og nakrar tímar sum stuðul. Hanna var tó frammanundan eisini virkin í ferðavinnuni. Í nøkur ár sum limur í Ferðavinnufelagnum fyri sýsluna og forkvinna eina tíð. Hon hevur eisini í fleiri ár verið ferðaleiðari, sum hon eisini hevur nomið sær útbúgving í. Hetta er ein góðkend útbúgving, sum Handilsskúlin av og á skipar fyri. Útbúgvingin er rættiliga breið, og fevnir millum annað um ymisk samfelagsviðurskifti, enskt ella týskt, sum veljast kann ímillum, eins og ymiskt tekniskt og praktiskt, sum kann vera gott at vita hjá einum ferðaleiðara. Hanna er annars fødd og uppvaksin á Sandi, og hevur tí neyvt innlit í lokalu viðurskiftini. Søguslóðir Millum tær upplivingarnar, sum Kunningarstovan hevur at bjóða, er ein ævintýrtúrur eftir aldargomlum søguslóðum við øllum teimum sagnum, sum knýttar eru at støðum á gongutúrinum. Søguslóðir eru ein altjóða verkætlan, sum ES hevur stuðlað, og fevndi um árini 2003 til 2005. 17 partar í Norðurhøvum, allir við teimum íslendsku fornsøgnunum, sum partur av søgu síni, luttóku. Føroya Fornminnissavn og Ferðaráð Føroya arbeiddu saman við Sandoyar Sýslu Ferðalag, kommunum og øðrum um verkætlanina. Søguslóðir taka støðu í føroyingasøgu, søgnum og frásøgnum úr Sandoyarøkinum. Hanna sigur, at hesir túrar hava stóran áhuga, ikki minst fyri familjur og skúlar. Fleiri skúlar hava brúkt hetta sum temaverkætlanir. Nógv fornfrøðiligt Fornfrøðiliga er oyggin eisini ógvuliga áhugaverd. Eitt nú hvat útgrevsturin kring kirkjuna heima á Sandi kann siga okkum. Og ikki minst áhugavert er hetta seinasta, sum komið er fram yviri á Sondum, sum sigur okkum, at her hava fólk búleikast heilt aftur til ár 400. Hetta er langt frammanundan áður hevur verið hildið. Hetta er komið til sjóndar, nú tíðarinnar tonn hevur máað burtur av lendinum, soleiðis at ymiskir lutir daga undan. Annað søguliga er, at í 1863 vórðu funnar 98 silvurmyntir, úr øllum Evropa, í kirkjugarðinum á Sandi. Hesir vísa, at handilssamband hevur verið við meginlandið. Halda vit fram við tí meira søguliga, verður eisini skipað fyri einum gongutúri eftir søguni hjá skálvíkinginum Heðini Brú, sum hann kallaði Eftir ovara vegi. Ein túrur eftir gongugøtuni millum Skálavík og Sand, har høvundin í bókini greiðir frá ymiskum á leiðini. Ein náttúruperla Umframt alt søguliga tilfeingi, oyggin hevur at bjóða, er hon eisini ein náttúruperla. Tað er lagamanni at royna seg við tráðuni við tey mongu vøtnini, mølheyggjarnar heima á Sandi. Tað er eitt undur fyri børn. Skipað verður eisini fyri báta- og fiskitúrum, eins og gongutúrum yvir fjøll og um dalar. Báturin Hvíthamar ger eisini siglitúrar til Dímunar. Bygdirnar hava hvør sína søgu, og hava eisini ymiskt at bjóða. Eitt nú verður depilin í Skálavík nógv vitjaður. Heldur tú leiðina suður eftir, er søguríka bygdin Húsavík. Og í grannabygdini Dalur skipa tey javnan fyri kvøldsetu, har tey karða og spinna, borðreiða við føroyskum mati, siga søgur, syngja skjaldur fyri síðani at fara upp á gólv. Í Skopun hava tey millum annað heimsins størsta postkassa, og í nýmótans bygdarhúsinum hava tey eisini góðar møguleikar at hýsa og borðreiða fyri fólki. Grannaoyggin fyri sunnan, Skúvoyggin, er so avgjørt eisini eina vitjan verd, og nú nýggj ferja fer at sigla til oynna, liggur enn betri fyri enn áður. Har eru mong søgulig støð, og eru skúvoyingar eisini skjótir at borðreiða við tí besta sum føroyski køkurin kann bjóða úr haga og bjørgum. Fleiri ferðafólk Hanna á Reynatúgvu sigur, at talið á ferðafólki, sum koma í oynna, økist alsamt. Tað eru serliga familjur við børnum, sum leiga sær summarhús, og teimum eru nógv av. Flestu húsini eru gomul sethús í góðum standi, men nøkur nýggjari eru eisini. Longri er millum útlendingarnar sum vitja. Hesir koma vanliga um morgunin og fara av aftur oynni sama kvøld. Hanna ásannar, at møguleikarnir at fáa eina máltíð, kundu verið betri. Tað eru tey sum bjóða fólki heimablídni, men tað má bíleggjast frammanundan, og tað eru mest útlendingar, sum nýta hendan møguleikan. Depilin í Skálavík kann eisini bjóða fólki mat, men uttanfyri háárstíð er neyðugt at bíleggja frammanundan. Ynskiligt hevði verið, at onkur matstova var, har fólk, uttan mun til nær á árinum tað var, kundi komið og fingið sær okkurt til matna. Tá er, sum er, bert Effo og Magn at líta á. Má gerast sjónligari Ein av stóru uppgávunum hjá kunningarleiðaranum er at gera sandoyarøkið sjónligari í ferðafólkahøpi. Frá fólki, sum hava verið og ferðast her suðuri, hoyra vit vanliga alt gott um ferðina, men tað sum sermerkir tað vit hoyra frá teimum er, at tey eru stórliga bilsin av hvussu gott tað er at ferðast um okkara leiðir, tí so lítið hava tey hoyrt um okkum. Nei - rætt er tað, at vit hoyra nógv um høgu fjøllini norðanfjørðs og lundarnar í Mykinesi, og ov lítið um hvat vit hava at bjóða. Tað sigur okkum bara so mikið, at hetta mugu vit gera meira við. Vit royna at vera við í lýsingunum hjá Ferðaráðnum, eins og vit eru við í átakinum Ferðist í egnum landi, og sjálvandi brúka vit ikki minst teir góðu møguleikarnar við Facebook, sigur Hanna, sum er farin undir at fáa kunningarstovuni eina nýggja heimasíðu. Fyrimunir og vansar Tað verður torført at tala um Sandoynni, um ein ikki samstundis fer at hugsa um undirsjóvartunnilin. Sum er, eru bert tvær av størru oyggjunum, sum ikki hava vegasamband við meginøkið. At sjógvur er ímillum ger at tú sjálvandi fær eina øðrvísi kenslu av at tú veruliga er farin at ferðast og ikki bert ein biltúr, soleiðis at tú altíð kann venda heimaftur uttan at hugsa um ferju ella flutning um fjørð. Tað hevur nakað serligt við sær, og leggur meira frið á hin ferðandi. Við hesum er avgjørt ikki sagt, at eg ikki kundi hugsað mær ein undirsjóvartunnil, sum fer at geva okkum nógvar fyrimunir í mun til tey viðurskifti, vit hava í dag. Eisini tá hugsað verður um ferðavinnuna. Í dag kann ein bussur, fullur av ferðafólki, ferðast gjøgnum undirsjóvartunlar um alt meginøkið bert við at rinda fyri bussin. Skal hesin sami bussur koma á Sandoynna, skal eisini hvørt einstakt ferðafólk rinda fyri ferðina, sigur Hanna. Ikki sørt av pengum Tað eru tey, sum seta spurnartekin við um ferðafólk leggja pengar eftir sær. Hanna heldur, at tað er ikki heilt sørt. Hon heldur eisini, at føroyingar eru vorðnir betri til at taka fyri tær tænastur, vit veita ferðafólki, men hon hevur eisini varhugan av, at onkusvegna hava mong tann hugburð, at alt skal vera bíligari á bygd enn í meginøkinum, tí mangan ógvast fólk, tá tey hoyra um ein kostnað, sum minnir um eina líknandi máltíð á matstovu í Havn. Starvsfólkaútferðir Tað gerst alt meira vanligt, at eitt nú arbeiðspláss skipa fyri starvsfólkaútferðum. Í tí sambandi ætlar Hanna at fáa meira burturúr á hesum øki. At bjóða arbeiðsplássum lidnar pakkar við ymiskum innihaldi, og gera hesi tilboð so spennandi og lagalig sum gjørligt. Vit kunnu heinta fólk við dyrnar og bjóða teimum ymiskar upplivingar her suðuri. Hetta er rundferðir, mat, linedans í ítróttarhøllini o.a. Fáa vit rímiliga góða tíð at fyrireika tílíkar vitjanir, er at kalla einki óført, sigur leiðarin á kunningarstovuni á Sandi. 8. mars hevði Starvsmannafelagið aðalfund á Østrøm. Sum vanligt var frásøgn formansins fyrst á skránni. Selma Ellingsgaard greiddi frá felagsins virksemi síðani síðsta aðalfund og hugleiddi um felagsins virki framyvir. Arkitektar 99 løgdu síðan fram tekningar av umbyggingini av Vørðsluni fyri aðalfundin. Síðani fekk Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, orðið. Frammanundan hevði felagið boðað honum frá, at hann fekk heilt fríar teymar at siga nøkur bersøgin og kanska eisini eitt sindur provokerandi orð, og tað høvi lat hann ikki fara aftur við borðinum. Sí klummuna aðrastaðni í blaðnum. Nevndarvalið, sum sambært lógum felagsins skuldi fara fram, var uttan nakran sum helst dramatikk, tí teir báðir nevndarlimirnir, Svend Åge Seloy og Niels á Reynatúgvu, sum stóðu fyri vali, høvdu frammanundan boðað frá, at teir tóku við afturvali, og eingin stillaði upp móti teimum, og vórðu teir tí afturvaldir uttan at neyðugt varð at atkvøða. Hinir nevndarlimirnir eru Selma Ellingsgaard, forkvinna, Súni Selfoss, næstformaður, og Karin Jacobsen, nevndarlimur. Birgit Rouch varð afturvald til innanhýsis grannskoðara. Harald H. Haraldsen og Hilmar Augustinussen vóru valdir til tiltakslimir. Sum vanligt hevur verið mongu seinastu árini hevði nevndin sítt uppskot um ársins álitisfólk. Hesaferð fall valið á Randi S. Durhuus, sum nevndin segði. Randi hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrgdarfult røkt starvið og altíð tala søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini. Randi S. Durhuus arbeiðir sum próvbókaleiðari á Setrinum, og hevur virkað sum álitisfólk hesi sjey seinastu árini. Sum álitisfólk er man millumlið, millum stovnsleiðslu, starvsfólk og felagið, og sum vera man sigur hon, at hon onkuntíð hevur kent seg sum mótpart til onkran av pørtunum heldur enn sparringspartnari, sum rættari hevði verið. Men hesum slepst ikki altíð undan, og tí heldur hon tað vera ógvuliga umráðandi, at eitt álitisfólk er væl ílatið at útinna sítt verk, sum hon tekur til. Í so máta letur hon sera væl at teimum skeiðum, sum Starvsmannafelagið skipar fyri, og sum hon eisini sjálv hevur luttikið á. Hetta eigur felagið avgjørt at halda áfram við, tí umframt at skeiðini geva einum ítøkiliga vitan um viðkomandi viðurskifti, fær ein eisini samband við onnur álitisfólk og felagið annars. Eisini fegnast Randi um onnur tiltøk, sum Starvsmannafelagið skipar fyri, tað verið seg bæði av tí lættari slagnum og ymiskum fyrilestrum. Arbeiðir við at broyta íløgumynstrið Aðalfundurin hjá Samlagstryggingargrunninum valdi einmælt somu nevnd aftur at standa fyri arbeiðinum í grunninum. Nevndin hevur skipað seg og heldur fram í óbroyttum líki, nevniliga við John Kjær sum formanni, Jákup Danielsen sum skrivara og Selmu Ellingsgaard sum nevndarlimi. Roknskapurin vísti eitt rakstararhall, ið stavar frá minkandi inngjøldunum og øktum tryggingarútreiðslum. Hetta er tilætlað hall, ið kemur at standa við komandi árini, til umskipingin av grunninum er endalig. Upplýst varð tó, at nevndin arbeiðir við at minkað hallið, millum annað við at broyta íløgurnar hjá grunninum. Grunnurin hevur altíð arbeitt sera varisliga tá umræður íløgur, og hevur bert sett pening í trygg lánsbrøv. Men avkastið av hesum íløgum hevur seinnu árini verið vánaligt, og tí arbeiðir nevndin við ætlan um at seta pening í eitt nú partabrøv, ið kunna geva størri vinning umframt at ætlanin er at veita lán, ið geva betri rentu enn lánsbrøvini. Í formansfrágreiðingini varð annars staðfest, at talið av staðfestum álvarsligum sjúkum er økt. Talið av staðfestum hættisligum sjúkum er annars økt munandi og er meira enn tvífalt so stórt sum í 2012. Hóast kostnaðarmikil, so eru gjøldini fyri hesar tryggingar væl givin út, tí útgjøldini til teirra, ið eru rakt av sjúku, kunnu møguliga linna og lætta um í einari truplari støðu, segði formaðurin. At gjøldini eru væl givin út, skal eisini síggjast í ljósinum á teimum fráboðanum, sum heimsheilsustovnurin WHO hevur um gongdina innan talið av krabbasjúkum. Prognosurnar siga, at vit tíverri kunnu roknað við, at talið av tilburðum fer at økjast komandi árini. Samstundis gerast møguleikarnir hjá tí einstaka fyri at vinna á sjúkuni tó betri, men framvegis er neyðugt at veittur verður fíggjarligur styrkur, ið kann lætta um í sambandi við leitanini eftir heilsubata. At talið av skaðaraktum er økt, setur eisini grunninum størri krøv. Bæði tá tað kemur til sjálvan raksturin, men eisini til hvørjar tryggingar, ið grunnurin keypir. Arbeitt verður við møguleikanum at hækka útgjøldini bæði við hættisliga sjúku hjá tí einstaka liminum, men eisini við sjúku hjá børnum, samstundis sum roynt verður at fáa alt fleiri sjúkur við á yvirlitið yvir tær, har veitt verður útgjald. Hvørjar sjúkur, ið eru umfataðar av tryggingini, er tó ikki nakað, sum grunnurin og LÍV gera av, men er ein partur av tí útboði, ið er á tryggingarmarknaðinum. Framvegis er trygging okkara ein tann ódýrasta, ið eitt fakfelag bjóðar limum sínum. Samlagstryggingargrunnurin arbeiðir jú eftir teimum somu prinsippunum, sum Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðargrunnurin. Tað vil siga, at øll gjalda eitt ávíst prosentgjald av lønini inn í grunnin, men útgjaldið er tað sama í krónum fyri tann einstaka. Um hetta er rættvíst ber sjálvsagt altíð til at kjakast um, men júst hetta hevur við sær, at tryggingargjaldið ikki er óneyðuga tyngjandi fyri tær lægru lønirnar. Um samlaða gjaldið so kemur at nøkta tørvin, sum framtíðin hevur við sær, serliga um útsøgnir hjá WHO og øðrum fara at halda, er so nakað, ið vit eiga at hava í huga og vera opin fyri, og so tillagað okkum broyttu umstøðunum, varð millum annað sagt í frágreiðing formansins á aðalfundinum Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 100 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar tvey hundrað krónur um mánaðin. Teir limir sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina umframt. Hetta er eisini hundrað og hálvtrýss krónur. Um tú ætlar at gerast hvílandi limur, og vil vita hvar hesi gjøld skulu flytast, so verður tú vinarliga biðin um at venda tær til felagið á telefon ella við at senda teldupost. Spyr okkara ráðgevar á heimasíðu okkara Starvsmannafelagið hevur fleiri ráðgevar, við ymsum førleikum, knýttar at felagnum. Nú ber til at fara inn á heimasíðu felagsins og skriva til viðkomandi ráðgeva, um tú hevur onkran fyrispurning, sum viðkoma tínum starvi. Hetta kann vera sosialum viðurskiftum, eftirløn ella løgfrøðiligum málum. Á forsíðuni til vinstru er mynd av ráðgevunum, har kanst tú fara inn, og velja tann ráðgevan, tú metir kann svara tínum fyrispurningi. Fyrispurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði. Nevnd og umsiting arbeiðsvikuskifti við Gjógv Hetta er triðja árið á rað, at nevnd og umsiting setur eitt vikuskifti av at planleggja arbeiði felagsins framyvir. Status varð gjørt yvir hvussu langt er komið. Løgd varð tíðarætlan fyri konkret mál innan økini. Somuleiðis varð arbeitt við innanhýsis reglugerðum, arbeiðsbýti, leiðreglum v.m. Ætlanin er at gera kanningar av ymiskum slag millum limir. Ein teirra er viðvíkjandi aðalfundinum. Nevnd og umsting undrast yvir, at tað ikki koma nógv fleiri limir til aðalfundir felagsins, og vilja tí kanna, hvat skal til fyri at limirnir geva aðalfundinum ans. Sera nógv kom burturúr vikuskiftinum. Ætlanin er, so vítt gjørligt at fáa alt, ið arbeitt varð við, ført út í lívið. Mett verður at hesin táttur við slíkum arbeiðsvikuskifti er sera týdningarmikil og gevandi, og er ætlanin tí at hetta verður afturvendandi tiltak hvørt ár. Vitjaðu í Vágum Nevnd og umsiting í Starvsmannafelagnum heldur fram at vitja limir kring landið. Fyrst í mai vóru tey á vitjan vesturi í Vágum, har tey hittu limir á arbeiðsplássum teirra eins og skipað varð fyri kvøldsetu við fakfelagsligum og tónlistalgum innihaldi. Ein partur av ferðalagnum úr Havn vitjaði á flogvøllinum, í Rúsdrekkasøluni og á Sjóvinnustýrinum, meðan hini umboðini frá felagnum vitjaðu í Vága kommunu, Sørvágs kommunu og í Telebúðini, har tey fingu innlit í dagliga arbeiði hjá limunum, eins og limirnir fingu høvi til at umrøða arbeiðsligar og fakfelagsligar spurningar. Á kvøldsetuni á Hotel Vágum greiddi forkvinna felagsins, Selma Ellingsgaard frá heimasíðu felagsins og arbeiðinum at stovna fakbólkar innan felagið. Eisini var Dan Joensen, tryggingarmaður, við og greiddi frá broytingunum á eftirlønarøkinum. Í steðginum spældi og sang Sámal Ravnsfjall. Nevnd og umsiting felagsins hevur sett sær fyri javnan at vitja limir úti á arbeiðsplássunum. Hetta verður mett at hava stóran týdning, so at tey á óformellum vitjanum kunnu sita andlit til andlits og á tann hátt skapa eitt tættari samband millum limir og felagið. Dávur Eyðunsson Sørensen Starvsmannafelagið hevur eina tíð arbeitt fyri, at stovnseta fakbólkar fyri tey ymisku fakøkini, sum eru í felagnum. Endamálið er at styrkja fakliga samleikan hjá yrkisbólkunum og at varpa ljós á tey serligu fakligu áhugamálini. Dávur Eyðunsson Sørensen er formaður í arbeiðsnevndini, sum virkar fyri at stovnsseta fakbólkin fyri KT-fólkini. Dagliga arbeiðir hann sum KT-vørður á Fróðskaparsetrinum. Hendan greinarøð er eitt dømi um hvussu fakbólkarnir kunnu gera sítt fak meira sjónligt í Starvsmannafelagnum. Framtíðar KT á føroyskum Alneyðugt er í arbeiðinum at føroyska alt KT, at vit tryggja at føroyingar sjálvir koma at stýra so nógv av hesi gongd sum til ber. Vandi er annars fyri at hetta gerst sera dýrt, um til dømis útlendskir veitarar skulu hava gjald fyri hvørja lítla broyting, sum ynski er um at fremja, skrivar Dávur Eyðunsson Sørensen. Alt KT á føroyskum. Soleiðis ljóðar ynskið frá politiskari síðu. Løgtingið skal í næstum viðgera hetta týdningarmikla evni. Í fyrstu atløgu er størsti denturin lagdur á týdningin av, at tey telduamboð, sum yngra ættarliðið veksur upp við og brúkar í tí dagliga, sosiala talgilda rúminum, hava føroysk markamót, knøttar, vegleiðingar, forrit, skráir, o.s.fr. Málið eigur heilt natúrliga at vera, at sama skal vera galdandi fyri øll KT-amboð, sum verða nýtt arbeiðsliga. Hetta ynskið er spennandi; tað bjóðar av og tað verður ikki løtuverk. Og tað fer at krevja føroysk KT-fólk við hóskandi førleikum at luttaka í hesi tilgongd. So tað er at vóna, at tey, ið taka avgerðina, gera hetta við tí í huga, at neyðugt er bæði at útbúgva nýggj fólk og førleikamenna verandi. Hetta fer at geva okkum eitt sterkari tilverugrundarlag sum fakbólkur. Meldingar frá okkara fólkavaldu politikarum seinastu árini vísa eisini, at man ynskir at Fróðskaparsetrið millum annað mennist til uppgávuna at framleiða vælútbúgvin starvsfólk til tað almenna. So tað fer vónandi at liggja væl fyri í so máta. Alneyðugt er í arbeiðinum at føroyska alt KT, at vit tryggja at føroyingar sjálvir koma at stýra so nógv av hesi gongd sum til ber. Vandi er annars fyri, at hetta gerst sera dýrt, um til dømis útlendskir veitarar skulu hava gjald fyri hvørja lítla broyting, sum ynski er um at fremja. Ein upplagdur háttur at gera hetta til eina reint føroyska verkætlan er, at settur verður á stovn ein stýrisbólkur at nágreina eina gongda leið, har landið ber so í bandi, at føroyingar útbúgva seg í Føroyum eins væl og aðrastaðni, at lyfta hesa uppgávu. Bólkurin skal lýsa hvussu alt KT, sum tað almenna, landsmyndugleikar og kommunur, vara av skal umleggjast til hóskandi Open Source amboð og hareftir syrgja fyri, at umsetingararbeiðið kemur í gongd. Um Open Source Open Source hugtakið lýsir rættindi og treytir innan menning av sonevndum free software í merkingini frælsur ritbúnaður, ikki treytaleyst ókeypis, hóast mesti frælsi ritbúnaðurin er ókeypis. Open Source ella Free Software sum rørsla, verður ofta umrøtt sum ein felagsskapur, men hann er ikki stýrdur í stórvegis mun; nakrir bólkar og einstaklingar eru tó, sum ofta seta dagsskránna í kjakinum innan felagsskapin og virka sum vegleiðandi og sum eitt nú eisini orða teir opnu ella frælsu lisensarnar. Menning eftir Open Source leisti er ofta ein spurningur um samstarv millum fleiri partar innan felagsskapin, sum hava felags áhuga í hugskoti, sum onkur hevur borið fram. Nógv rættiliga stór virki geva sítt íkast til Open Source menning við at teirra starvsfólk í arbeiðstíðini eru aktiv í verkætlanum innan felagsskapin, og við at virki, av sínum eintingum og uppá Open Source treytir, lata burtur av intellektuella fæi sínum til felagsskapin at byggja víðari á. Millum virki, sum hava latið til felagsskapin í langar tíðir, teljast risar sum Google, Oracle, ið er gjøgnum uppkeypta virkið Sun Microsystems, og annað. Umrødda frælsi er lýst millum annað á einari enskari heimasíðu. Frælsi er sett upp sum fýra frælsir. Frælsi at nýta ritbúnaðin, óansæð endamál. Frælsi at kanna ritbúnaðin út í æsir og at tillaga hann til tín tørv. Full atgongd til kelduforritingina er av avgerandi týdningi. Frælsi at breiða út eintøk av ritbúnaðinum, so tín næsti fær gagn av honum. Frælsi at betra ritbúnaðin og at breiða út tínar egnu betringar, so øll fáa gagn av hesum. Full atgongd til kelduforritingina er av avgerandi týdningi. Handilsmodellið í Open Source byggir í stóran mun á, at man skal ikki gjalda fyri at eiga ritbúnað; hendan kann man taka niður og brúka, gjarna púra uttan avmarkingar. Tað er hinvegin ikki óvanligt fyri serstakliga serforrit at man kann biðja um gjald fyri øktan funktionalitet og víðkaðar tænastuveitingar í sambandi við nýtslu og møguliga serkøna tillagan av ritbúnaðinum. Um Closed Source Closed Source. Heitið sigur tað mesta. Kelduforritingin er stongd, at rokna sum vinnuligi loynidómurin hjá framleiðaranum, sum sjálvur, og við løntari arbeiðsmegi, stendur fyri framleiðsluni. Vanligt er, at góðkendir samstarvsfelagar, undir ávísum treytum og dyljanarklausulum, kunnu fáa innlit í partar av forritingini fyri á tann hátt at gera egin forrit, sum spæla optimalt saman við høvuðsproduktinum. Tað ber eisini til at gera forrit undir linari treytum, men tað kann vera avmarkað, hvussu avanserað hesi forrit kunnu gerast uttan tað víðkaða innlitið undir áðurnevndu treytum. Fáur man ivast í, at Microsoft er tann stóri Closed Source framleiðarin, hvørs egnu produktir, eins og partnaraproduktir, eru at finna á nærum øllum teldum. Sjálvt tey, sum keypa Mac teldu frá Closed Source framleiðarinum Apple, velja ofta at keypa sær Microsoft Office kontórforritapakkan afturat. Handilsmodellið innan Closed Source er, at tú skal keypa ritbúnaðin og harvið gjalda eitt nýtslugjald, møguliga harumframt eisini gjalda fyri eyka tænastuveitingar. Man verður aloftast álagdur ikki at pilka við og broyta ritbúnaðin, tí tað verður roknað fyri at gera seg inná upphavsrættin hjá framleiðaranum. Eftir hesum leisti liggur ábyrgdin fyri góðsku og viðlíkahaldi av ritbúnaðinum treytaleyst hjá framleiðaranum, og allar broytingar skulu ganga gjøgnum framleiðslulið og ella góðskumetaralið hjá hesum framleiðara. Myndin er farin at skeiklast Gamla vælkenda myndin av KT-heiminum, har Closed Source loysnir vóru normurin, verður fyri tíðina týðiliga skeiklað av broytta KT-nýtslumynstrinum, nú meginparturin av nýtsluni er fluttur frá borð- og farteldum til snildar eindir, so sum teldlar og fartelefonir. Serstakliga privati parturin, men nú eisini í ein støðugt vaksandi mun, tann arbeiðsligi parturin. Leiðandi aktørar í nýggju myndini eru teir, sum gagnnýta Open Source ritbúnað í sínum produktum. Apple hava ment stýrisskipanir til teirra produkt burturúr einari Open Source stýriskipan, meðan tey á Google skaptu stýriskipanina Android burturúr Linux. Forsagnir hava leingi bent á, at vanliga teldan, sum vit kenna hana, borðtelda við skíggja ella fartelda, fer í stóran mun at hvørva úr heimaumhvørvinum hjá fólki, og snildar eindir so sum teldlar, fartelefonir, sjónvarpstól, o.a. verða høvuðsamboð í KT-nýtsluni. Og mangt bendir á, at tað verður ikki Windows, sum verður motorurin í tí KT, sum fólk nýta, men eitthvørt, ið er sprottið úr frælsum ritbúnaði. Marknaðarpartar á snildum eindum í 3. og 4. ársfjórðingi 2013, sambært Forbes Tað er greitt at Android hevur eina sterka og støðugt vaksandi yvirvág á marknaðinum. Tað hoyrir til hesa talvu at siga, at hóast Android er á flest eindum, er inntøkuparturin framvegis størst hjá Apple, men tað kemst fyrst og fremst av størri inntøku av sølu av appum. Hvør, ið selir flest appar í løtuni, er av minni týdningi fyri hesa grein. Føroysk KT-fólk Ein óskipaður hópur. Stovnanin av fakbólkinum KT-fólk hjá Starvsmannafelagnum er eitt tekin um, at her er eitt øki, sum er vaksið seg stórt í tí eitt sindur dulda. KT-fólk eru sum kunnugt eftirhondini allastaðni, men ongantíð til at fáa fatur á, vilja nøkur vera við. KT-rakstur og nýtsla í Føroyum hava longu nógv ár á baki. Men meðan tað tey fyrstu nógvu árini var nakað, sum einans eitt fátal av føroyingum høvdu sum arbeiðsøki. Granskarir, verkfrøðingar og bankafólk fyri bert at nevna nøkur, so er KT nú allastaðni. Tað eru nokk tey fáu, sum ikki onkursvegna koma í nánd av KT í teirra dagliga yrki. Spurningurin stingur seg so upp. Hvør er í roynd og veru at rokna sum KT-fólk? Hvørjar uppgávur skal eitt starvsfólk loysa fyri at koma í fakbólkin? Í londum uttanum okkum hava KT-fólk longu skipaði viðurskifti. Eitt gott dømi um hetta er PROSA í Danmark. Tað er ikki so langt síðan, at tað felagið varð viðurkent, men KT-fólk á danska arbeiðsmarknaðinum hava tikið tað til sín. KT-fakbólkurin hevur millum annað fingið til uppgávu at stuðla felagnum í greiningini av hesum heldur óskipaða hópi, at fáa eina hilling á hvørt tað munnu vera viðurskifti sum áttu at verið greiðari orðað. Og við óskipað meinast í roynd og veru ikki annað enn, at starvsheitini eru so mong og onkur teirra gomul og kanska ótíðarhóskandi. Er ikki grundarlag fyri at hyggja nærri at, um her er okkurt at rudda upp í og møguliga koma fram til eitt meira standardiserað úrval av starvsheitum? Bólkurin hevur longu havt nakrar fundir, men enn er ikki komin rættilig gongd á arbeiðið. Málið í 2014 er at gera bólkin virknan og harafturat betri kendan millum limirnar. Tað er bara um at koma í gongd Ein forðing viðvíkjandi politiska ynskinum er, at Føroyar eru ein alt ov lítil marknaður hjá einum Closed Source risa sum Microsoft at gera ein eyka innsats fyri at koma føroyska ynskinum, um at fáa alt KT føroyska, á møti, av tí at tað fer at krevja ein stóran arbeiðsinnsats at umseta alt markamótið í Windows og Office fult út til føroyskt. Marknaðurin er alt ov lítil, og føroyskt er millum heimsins allarminstu minnilutamál, so tað fer ongantíð at vera lønandi fyri Microsoft at fara undir tað. Tað er nevniliga ikki einans fyrsta stóra takið, umsetingin, at hava í huga, tí sum alt annað innan KT skal eisini hetta viðlíkahaldast og dagførast. Tað merkir ein nýggj føst útreiðsla, sum Microsoft tá skal átaka sær. Tað leiðir til tað upplagda í at leggja á eina Open Source menningarleið. Fyrimunurin við slíkari leið er, at tað ber til at gagnnýta eina ørgrynnu av ókeypis dygdargóðum ritbúnaði, fullar frælsar og ókeypis teldustýriskipanir eins væl sum brúkaraforrit, sum longu finnast púra ókeypis at taka niður og brúka, óbundin av strongum lisenstreytum. Aloftast ber væl til at sleppa framat at umseta til onnur mál. Kend dømi um hetta eru forritini LibreOffice og Mozilla Firefox, sum hava skipanir liggjandi á Alnótini til sama endamál. Fyri at siga tað stutt, so er tað í roynd og veru bara ein spurningur um at vit sjálvi bróta upp um armar og koma í gongd Hvussu farast skal fram Eitt hóskandi stað at leita sær íblástur er í týska býnum München, sum nú kann skjalprógva eina væleydnaða slíka menningarleið. Í teirri verkætlanini eru ikki bara einstøk forrit, men eisini sjálv stýriskipanin til ambætararnar og til tær fleiri enn 15.000 brúkarateldurnar skift. Skift varð frá MS Windows til Linux, ment til endamálið undir heitinum LiMux, í fyrstu atløgu bygt burturúr Debian Linux men seinni úr Ubuntu Linux. Fyri München var ikki talan um umseting, tí tað arbeiðið var fingið frá hondini leingi undan hesi verkætlan, men aðra tillagan til tørv í almennu býarfyrisitingini við bæði betri stýring, effektivisering og munagóðum sparingum fyri eyga. Endamál sum til fulnar eru rokkin. Eisini í Fraklandi er eitt gott fordømi at finna. Franska tjóðarløgreglan hava higartil lagt o.u. 37.000 arbeiðsstøðir av 72.000 um til eina sergjørda útgávu av Linux. Restin verður lagt um so líðandi. Somuleiðis eru fleiri lond í Suðuramerika og fleiri øki í Europa í holt við líknandi umleggingar, millum annað innan skúlaverkið. Denturin er sjálvandi lagdur á sparingar, men eisini grundgevingar so sum hægri trygd og fult ræði á skipanunum hava týdning. Stig fyri stig Altavgerandi er, at løgd verður ein greið langskygd ætlan, sum skal fylgjast í odd og egg. Føroyska útbúgvingarverkið skal ongantíð ov skjótt stovna og tillaga tær útbúgvingar, sum skulu til fyri at fáa arbeiðsmegina, sum skal vera tøk. Talan er um bæði KT-fólk til forritan og tillaging og málfrøðingar til umsetingararbeiðið, umframt annað vælútbúgvið fólk. Sum frálíður fer verkætlanin av sær sjálvum at koma inn í fólkaskúlan, tí nýútbúnir lærarar til ta tíð sjálvsagt skulu, sum ein lið í teirra útbúgving, arbeiða í og við umsettu forritunum og stýriskipanini. Umsetingararbeiðið skal tískil, við hægstu raðfesting og uttan drál, setast í gongd av teimum vanligastu brúkaraforritunum, nemliga kontórforritapakkanum. At umseta eina fulla Linux-brúkaraflatu til føroyskt verður nakað drúgvari, men eisini tað má sum skjótast setast á dagsskrá. Partur av arbeiðinum er tó longu gjørt og kann upplivast við at innleggja útgávu, og undir innleggjan velja føroyskt sum mál. Umframt at ynskið um føroyskt mál á brúkaraeindunum verður rokkið, er harumframt at hava í huga, at landið, við at nýta Open Source/frælsan ritbúnað til allan ambætararaksturin, fer at spara nógvan pening, sum í løtuni verður nýttur til keyp av lisensum til fílugoymsluambætarar, postambætarar, dátugrunnaambætarar o.a. líknandi. Tøkni sum øll er tøk undir frælsum treytum og ókeypis at fara í holt við. Vinn-Vinn Hetta verður ein rein vinn-vinn støða, tí skúlaverkið verður styrkt. Tað er sjálvsagt neyðugt í slíkari tilgongd og vit fáa haðani ein vælútbúnan KT-fólkahóp, væl motiverað og við rótfesti í føroyskum viðurskiftum og sum koma at kenna sær ektaðan ognarskap av teimum skipanum tey skulu menna og ella arbeiða við. Og ikki minst. Landið fær nógv mest fyri pengarnar, tí tað er ein sonn íløga í framtíðina, í fólk og ikki í lisensar. Vit fáa sett á stovn nýggj vitanarstørv, sum eggja vælútbúnum føroyingum at arbeiða í Føroyum við skipanum, sum landið sjálvt hevur fult ræði á og mennir og við føroyskum máli á markamótinum. Hokus pokus við Strandferðsluni Í stóru rúgvuni av lógaruppskoskotum, sum løgtingið samtykti upp undir summarferiuna, var eitt lógaruppskot, sum gevur landinum heimild at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni. Ongin skjalváttan er tó fyri at tænastan verður ódýrari og betri. Tvørturímóti. Vit tosa um politisk hokus pokus. Vit hava hoyrt tað fyrr. Privatisering ella útveiting skapa dynamikk. Vinnan dugir betri, fær meira burturúr. Landskassin sparir. Brúkarin verður nøgdari. Vit fáa meira fyri minni. Ja, alt verður betri. Hetta er eisini niðurlagið, nú samgongan hevur samtykt at geva Vinnumálaráðnum heimild at útveita farleiðir. Men talan er um ódokumenteraðar ynskidreymar og forsagnir. Heldur enn kjølfestar og forkannaðar ætlanir við veruligum útlitum til at eydnast. Bert turkatrúgv Hyggja vit at uppskotinum, so síggja vit, at samgongan hevur onga skjalváttan fyri, at tað verður nakar fyrimunur fyri samfelagið og okkum øll at útveita farleiðirnar. Og grundgevingarnar fyri avgerðini eru harafturat ógvuliga grunnar og lítið sannførandi. Partvíst fær vinnulívið í størri mun møguleika at virka á hesum øki, umframt at tað umsitingarliga verður lættari at reka Strandfaraskip Landsins, við tað at stovnurin kann verða umskipaður til eina samferðslueind, sum kemur at hava ábyrgdina av at gera og røkja allar sáttmálar, sum landið ger við privat um keyp av flutningstænastum. Hetta er stórtsæð alt. Við øðrum orðum gera vit hetta, so tað verður lættari. Tað verður tað. Men tey flestu hava langt síðani funnið útav, at keisarin er nakin. Sum bæði andstøðan á tingi og Útoyggjafelagið hava víst á, so er einki sum bendir á, at tænastan verður bíligari ella betri. Tvørturímóti Minnilutin í løgtingsins vinnunevnd vísir á, at tað er einki í lógaruppskotinum hjá Jóhan Dahl sum lýsir ella ger sannlíkt at ein útveiting fer at gera tænastuna betri ella bíliagri fyri tey 15 % av Føroya fólki, har sjóvegis sambandið framvegis er høvuðsálitið. Tað er óhoyrt, at gjørd verður ein so prinsipiell lógarbroyting uttan at landsstýrismaðurin hevur givið sær stundir til at lýsa fyrimunir og vansar, ljóðar kritikkurin. Útoyggjafelagið hevur víst á, at Mykinesleiðin hevur ikki verið tað góða fyridømið um útveiting, ið summi hava vilja gjørt leiðina til. Sannleikin er, at fyri tey fastbúgvandi er tænastan versnað og dýrkað! Privatiseringin av farmaleiðum hevur heldur ikki verið nøkur sólskinssøga hjá fólkinum á leysu oyggjunum. Ja, tað er blivið so mikið dýrt, at tað er nærum ógjørligt hjá fólki at flyta tilfar í størri nøgdum til útoyggjarnar, siga útoyggjafólk, sum staðiliga ráddu tinginum frá, at samtykkja uppskotið hjá Johan Dahl. Starvsfólkini Men uppskotið við tí ivingarsama virkninginum er ikki bara hasardspæl við lagnuni hjá útoyggjafólki. Tað er eisini eitt ábyrgdarleyst politiskt spæl við livibreyðnum hjá nógvum starvsfólkum, sum arbeiða á SSL og sum ivaleyst kenna seg ørkymlað av tíðindunum um at arbeiðsplássið nú kanska skal á aðrar hendur. Hvussu verður so hjá mær. Missi eg arbeiðið? Hvussu verður við húsaláninum, vit tóku í fjør? Spurningarnir munnu vera nógvir Strandferðslan hevur seinastu mánaðirnar siglt í tungum sjógvi, tí játtanin er yvirtrekt. Tað skapar fjáltur og ótryggleika millum starvsfólkini, og ætlanin um útveiting ger støðuna uppaftur meira ótrygga. Og tað er ábyrgdarleyst. Ja næstan hjartaleyst, soleiðis sum støðan hevur verið á SSL. Ongantíð eftirspurd Sum fakfelag, ið varar av nógvum starvsfólkum á SSL vantar Starvsmannafelagið sjálvsagt at verða eftirspurt, tá ið grundleggjandi broytingar sum hesar verða gjørdar. Tí er tað átaluvert, at samgongan ikki hevur sent felagnum uppskotið til hoyringar. So stórar broytingar á arbeiðsplássum kunnu bert fremjast í samráð við starvsfólkini, sum vit til dømis hava sæð tað í Almannaverkinum, nú eldraøkið verður lagt út til kommunurnar. Tað er góð fyrisiting, og soleiðis skal tað eisini vera sambært sáttmálanum. Men eisini her er uppskotið at útveita leiðir hjá Strandferðsluni makkverk. Hokus pokus Tíverri er hendan søgan einki eindømi. Flatskatturin til tey vælløntu, fíggjaður av forskattaðum pensjónum, er nokk grellasta dømi um vánaliga handalagið hjá hesi samgonguni. Uttan neyðugar forkanningar hava vit tikið av pengunum, sum skuldu fíggjað vælferðina hjá okkara eftirkomarum. Og einki bendir á hetta ábyrgdarleysa eksperimentið hevur virkað, sum ætlað. Nýtslan, sum skuldi seta ferð á búskapin, er ikki vaksin. Tað hevur snøgt sagt ikki virkað. Tá Fólkaflokkurin fyrst í 90'unum royndi at selja Føroya fólki sítt uppskot um Føroyar sum lágskattaland við Isle of Man sum fyrimynd, fekk ætlanin skjótt eyknevnið hokus pokus loysn. Orsøkin var, at ætlanin var so illa kjølfest og dokumenterað, at flokkurin ikki megnaði at sannføra nakran annan um, at ætlanin fór at hava aðra ávirkan enn at tøma landskassan. Eg eri bangin fyri, at eksperimentið við Strandferðsluni eisini er eitt sovorðið politisk hokus pokus. Tey gita um virknaðin, men hava á ongan hátt prógvað ella gjørt tað sannlíkt, at eksperimentið kann eydnast. Tískil er at vóna, at politikarar við vanligum skili og samfelagsligari ábyrgdarkenslu, megna at steðga hesum ógrundaða og ódokumentaraða politiska eksperimentinum. Meðan leikur enn er góður. Landsfyrisitingin skal tøvast Miðfyrisitingin fær færri og meira reindyrkaði stjórnarráð. Øll í sama bygningini og nógvar felagstænastur. Hetta eru nøkur av høvuðstilmælinum hjá embætismannabólkinum, sum hevur skrivað eitt kjakupplegg um at endurskoða føroysku miðfyrisitingina. Stjórnarráð skulu vera stjórnarráð. Stovnar skulu vera stovnar. Hetta gongur aftur sum ein reyður tráður í 65 síður langari frágreiðing, sum ein bólkur av embætisfólkum í landsstýrinum hevur skrivað, um hvussu vit kunnu skipa føroyska landsfyrisitingina í framtíðini. Landsstýrið ynskir at seta bygnaðin í fyrisitingini aftur á dagsskrá, nú 18 ár eru liðin, síðani umsitingin varð umskipað í serstøk stjórnarráð við ráðharraábyrgd. Undir hesum býr eitt politiskt ynski í samgonguni um at rasjonalisera og gera virksemið í miðfyrisitingini meira effektivt. Kjakuppgávurnar fyrst. Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað kjakuppleggið um miðfyrisitingina, hevur leysliga kannað virksemið í miðfyrisitingini, sum telur meira enn 140 starvfólk. Út frá hesi lýsing metir bólkurin um styrkir og veikleikar og kemur síðani við uppskotum til broytingar. Samstundis sum mælt verður til at ráðfesta kjarnuuppgávurnar mælir arbeiðsbólkurin til, at málsviðgerð og operativar uppgávur í mestan mun verða fluttar úr stjórarráðunum fyri at fáa betri orku og yvirlit til at seta yvirskipaðu kósina fyri málsøkið. Ministeriir skulu sleppa at vera ministeriir. Stovnar skulu vera stovnar. Færri ráð og miðsavning Síðani umskipanina miðskeiðis í 90'unum hevur talið á stjórnarráðum sveigga millum seks og níggju. Hetta eigur at vera broytt, soleiðis at tað vera færri stjórnarráð, og tað eigur at verða staðfest beinleiðis í okkara stýrisskipan. Endamálið er at skapa stabilitet og bíligari rakstur. Skuldi tað hent, at ein komandi samgonga avgerð at seta fleiri landsstýrismenn enn talið á stjórnarráðum, skal tað bera til at hava meira enn eitt landsstýrisfólk í hvørjum stjórnarráði, sigur bólkurin. Skotið verður eisini upp at hava so nógvar felagstænastur í miðfyrisitingini sum til ber. Í hesum sambandi verður mælt til, at landsfyrisitingin fer at húsast í einum og sama bygningi. Eindarfyrisiting Miðfyrisitingin byggir á eina skipan við fleiri stjórnarráðum. Í dag eru tey sjey í tali. Arbeiðsbólkurin nevnir sum ein møguleika, at miðfyrisitingin verður umskipað til eina sokallaða eindarfyrisiting. Tað merkir, at fyrisitingin fær ein fyrisitingarligan leiðara, eitt slag at superstjóra, sum fær høvuðsábyrgdina at reka alla fyrisitingina. Tað gevur møguleikar at arbeiða við starvsfólkamenning og kann forða fyri, at tað ikki verða settar ov nógvar verkætlanin í gong í senn. Trupulleikin í dag er, at ov nógvar ætlanir og lógaruppskot enda í skrivaraborðskuffunum og vera ongantíð settar í verk, tí at ráðini ikki vita nóg væl av hvørjum øðrum, samstundis sum ætlanirnar ofta mangla politiska undirtøku, skrivar arbeiðsbólkurin í kjakupplegginum. Gagnnýtið ymiskleikan og fjølbroytni. Starvsroyndir, og harvið praktiskur førleiki, kunnu saktans vera eins virðismikið aktiv, sum eitt akademiskt prógv, er ein av høvuðsboðskapunum hjá Starvsmannafelagnum í sambandi við nýggja bygnaðin í landsfyrisitingini. Sannroynd er, at ein alt størri partur av starvsfólkunum í almennu fyrisitingini, eru akademikarar. Hetta er eitt rák, sum eisini er farið fram uttan um okkum, og sum tey kalla akademisering. Starvsmannafelagið ger greitt, at felagið hevur als einki ímóti at fólk, við akademiskari útbúgving, arbeiða í miðfyrisitingini. Hinvegin vísir felagið á tann stóra týdning at hava fólk við drúgvum royndum, hóast hesi ikki hava eina akademiska útbúgving. Ein rekrutering, sum aleina leggur dent á akademiskar førleikar, er stuttskygd, manglar margfeldni og víðskygda hugsan, og er ein rekrutering við bindi fyri eyguni, sigur felagið. Starvsmannafelagið visir á, at mangan hava ringar royndir verið av at manna størv við fólki, sum eru bókliga yvirkvalifiserað til uppgávurnar, og tí er arbeiðsmegin óneyðuga dýr og verður ikki gagnnýtt til fulnar. Harafturat eru hesi fólk ikki eins støðufør í almenna stavinum sum onnur, tí mangan er betri lønin í privata geiranum rættiliga lokkandi, sigur felagið, sum setir sítt álit á, at dýrabærar royndir og realkompetansa ikki verða lorka burtur, men virðismett á jøvnum føti við aðrar fakbólkar. Grundútbúgving Arbeiðsbólkurin, sum hevur latið kjakuppleggið um bygnaðin í landsfyrisitingini úr hondum, mælir til at stovna eina føroyska grundútbúgving í lóg og samfelagsviðurskiftum fyri øll starvsfólk í fyrisitingini. Hetta av teirri orsøk, at mangan koma fólk beint av útlendskum skúlabeinki í starv. Tankanum um grundútbúgvingina tekur Starvsmannafelagið fult og heilt undir við, og mælir til, at eisini fólk, sum hava stórar praktiskar royndir og gott innlit í fyrisitingina, kunnu vera bókliga uppstigað. Í sama viðfangi minnir Starvsmannafelagið á avtaluna um strategiska og skipaða førleikamenning, sum almenni myndugleikin hevur bundið seg til í sáttmálanum. Felagið harmast at hendan avtalan verður ikki hildin í nógvum førum. Tað sigur felagið seg ikki kunna liva við, men heldur kortini, at vón er framman stavn, tí landsstýrið hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls at kortleggja fakligu førleikarnar, sum fólk hava ognað sær millum annað í arbeiðslívinum, so at tey kunnu fara undir eina førleikamenning. Endurskoðan neyðug Starvsmannafelagið heldur, eins og arbeiðsbólkurin, at neyðugt er at endurskoða bygnaðin í miðfyrisitingini, og tekur somuleiðis undir við arbeiðsbólkinum, tá sagt verður, at málsviðgerð og operativar uppgávur í mest møguligan mun verða fluttar úr stjórnarráðunum fyri at fáa betri orku og yvirlit til at seta yvirskipaðu kósina fyri málsøkið. Tað virkar skynsamt, at stjórnarráð sleppa at vera stjórnarráð, og at stovnar sleppa at vera stovnar, sigur Starvsmannafelagið. Færri og einfaldari reglur Beinta Dam, landsgrannskoðari, tekur væl ímóti kjakupplegginum frá arbeiðsbólkinum, men hon ásannar, at tað kann taka drúgva tíð at fremja størri broytingar í almenna høpinum. Hon vísir á, at longu í 2003 viðmerkti tey í ársfrágreiðingini, at skilagott hevði verið at savna stovnar og fyrisitingar í størri eindir í nýmótans umsitingarbygningum. Tað fekk løgtingsgrannskoðararnar at mæla landsstýrismanninum við fíggjarmálum til at kanna um so hevði verið. Svarið frá landsstýrismanninum var, at fyrimunirnir vóru so eyðsýndir, at ikki var neyðugt við nakrari kanning. Sama sjónarmið hevði løgmaður. Men hóast 11 ár eru liðin síðani hesar jaligu fráboðanir, er einki hent. Beinta Dam setti spurningin hvat teir ymisku stovnarnir og fyrisitingarnar eru til, og hvat hevði hent um teir ikki vóru. Í sambandi við spurningin, sum nú er til viðgerðar í sambandi við miðfyrisitingina og serliga aðalráðini, helt hon tað vera viðkomandi at gera greitt, hví aðalráðini ella stjórnarráðini eru til og hvørjar uppgávurnar hjá teimum eru. Sum dømi nevnir Beinta stevnumiðið hjá Løgmansskrivstovuni, har millum annað verður sagt, at løgmansskrivstovan fremur stevnuna hjá politisku leiðsluni á fullgóðan og lógligan hátt, og aðrastaðni eru orðingar sum at vit eru trúsom móti politisku leiðsluni og starvsfeløgum, geva vitan frá okkum , hjálpa hvør øðrum, og at dygd liggur okkum fremst í huga o.s.fr. Hetta er alt góðar og vælorðaðar dygdir, heldur Beinta, sum eisini vísir á reglurnar av býti av málsøkjum har løgmaður stendur fyri einum ótali av størri og smærri málsøkjum heilt frá at hann er ovasta umboð Føroya og til at hann eisini hevur heimildir landsstýrisins mótvegis ítróttarvedding. Við hesum í huga spyr landsgrannskoðarin hvat stjórnarráðið og aðalstjórin gera. Eftir henna tykki eru aðalstjórar og aðalráð tey, sum hava størstu ávirkan á almennu umsitingina. Tað eru tey, sum skulu hava yvirskipaðu stýringina, og sum skulu hava eftirlit við at tingini í økinum eru, sum tey eiga at vera. Ráðini skulu seta reglur, altso stinga út í kortið, men hennara royndir eru, at ofta verður tíð og orka brúkt til at gera nágreiniligar reglur um ymiskt, men tíverri er tað alt ov sjáldan at nakar fylgir upp. Og alt ov ofta verða reglur settar í gildi, sum næstan ongin fylgir. Kanska skuldu reglurnar verið færri og einklari, heldur Beinta Dam. Jú, eg haldi at tørvur er broytingum. Ikki tí, eg haldi at øll gera tað tey kunnu fyri at loysa sínar uppgávur, og arbeiðslagið er ivaleyst í lagi. Men eg haldi tað hevur týdning, at stjórnarráðini taka á seg ta ábyrgd, sum eitt stjórnarráð eigur at hava. At vera í fremst og fyrimynd, tí sum í øllum, so ávirkast alt. Teirra hugburður seyrar niður í systemið. Ov lítið ítøkiligt upplegg Áheitanin hjá landsgrannskoðaranum er: Royn at hugsa einfalt og praktiskt . Fylg hesum uppskoti til dyrnar, og latið tað ikki blíva enn eitt skuffuprosjekt, sum nógv tíð og orka er brúkt uppá. Í síni viðmerking til kjakuppleggið siga starvsfólk í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum, at uppleggið er so mikið lítið ítøkiligt, at torført er at koma við hoyringssvari til ein bygnað, sum ikki fyriliggur ella er lýstur í síni heild, men tey halda kortini, at uppskot um broyting í landsfyrisitingini má taka støði í, hvussu verandi bygnaður er tillagaður stjórnarskipanini í Føroyum. Verandi bygnaður er gjørdur við atliti til hesar ásetingar, og vit meta sostatt, at broytingar kunnu og skulu gerast innanfyri hesar karmar í størri mun, enn vit meta tað verða neyðugt ella skynsamt at luta alt sundur, soleiðis sum landsstýrið tykist hava ynski um at fremja, siga starvsfólkini. Vit meta, at tilgongdin við broytingum í landsfyrisitingini gott kann taka støði í einum ásettum tali av stjórnarráðum. Talið av ráðum eigur ikki verða avgerandi. Í staðin má røkt av økjunum, sum mugu metast neyðug í einum vælferðarsamfelagi, geva ein hóming av neyðugum tali av ráðum. Umframt hetta vísa árini við verandi skipan, at samstarv millum politisku flokkarnar er ein veruleiki, sum hædd má takast fyri, áðrenn eitt endaligt tal av stjórnarráðum verður ásett. Tað hevði kanska verið betri, um tað hevði verið fastlagt, hvørjar uppgávur eru knýttar at tí einstaka ráðnum, og ikki sum nú, har løgmaður ásetir uppgávurnar millum ráðini meira enn einaferð í sama samgonguskeiði. Betri samstarv Starvsfólkini halda, at meira formellar broytingar í skipanini av stjórnarráðum kunnu betra um samstarvið millum stjórnarráð. Møguleikin at hava ein forstjóra fyri embætisverkið í landsfyrisitingini hevur verið nevndur, og mett verður, at hetta kann gerast veruleiki innanfyri verandi skipan. Um raðfesting av politisku uppgávunum í stjórnarráðunum verður skipað betri, betrast eisini møguleikarnir at nýta fakliga tilfeingið í ráðunum til felags fyrimun í sambandi við toymisuppgávur, verkætlanir ella tá ið álit skulu skrivast. At skipa samstarv millum fakbólkar hevur við sær størri virðing í stjórnarráðnum og tvørtur um stjórnarráð, og kann hetta betra um leiðslustýringina av tilfeinginum í landsfyrisitingini, siga starvsfólkini og halda, at um arbeitt verður í toymum og ella í verkætlanarbólkum innanfyri og tvørtur um fakbólkar, kann hetta styrkja um fakliga umhvørvi í verandi skipan. Starvsfólkini hava eisini fremstafingur á lofti. Tey gera staðiliga vart við, at um staðseting í felags høli verður ynskt, má uppskot til og planlegging av hesum gerast meira veruleikakend, og ikki verða knýtt saman við einum yvirskipaðum spariuppskoti. Politiska ynski um at lækka útreiðslurnar til landsfyrisitingina saman við einum óítøkiligum ynski um samanlegging hoyra ikki heima í eini skipaðari rationellari tilgongd til bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini, men vísir hetta ístaðin eina óvirðiliga viðferð av starvsfólkunum, sum kunnu verða rakt meint av tilgongdini, og slíkur atburður sømir seg ikki fyri landsstýrið og leiðsluna í landsfyrisitingini. Burtur við dupultfunktiónum Bert heilt fá fólk skulu starvast í aðalráðunum, og ístaðin skulu almennu stovnarnir styrkjast. Tá fæst meira fyri minni, heldur Rúni Joensen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum Føroyar eru ov smáar til at vit kunnu hava dupultfunktiónir innan tað almenna, staðfestir Rúni Joensen og sigur, at í nógvum førum eru tað ikki aðalráðini, men almennir stovnar undir ráðunum, sum loysa departementalar uppgávur fyri landsstýrið. Dømi um slíkan stovn er Taks. Hann heldur, at aðalráðini og stovnarnir undir landsstýrinum hvør í sínum lagi eru ov smáir, og hava hvør í sínum lagi ikki fakligan førleika til at loysa tær uppgávur, sum tey eiga at kunna loysa á fullgóðan hátt. Rúni Joensen heldur eina loysn vera at styrkja almennu stovnarnar við at flyta akademikarar úr ráðunum niður í stovnarnar, og at stovnarnir so eisini loysa departementalar uppgávur í enn størri mun enn teir gera í dag. Sum dømi nevnir hann, at tað átti til dømis at verið ein sjálvfylgja, at Landsverk ger eitt uppskot til byggilóg, ella at Umhvørvisstovan til dømis ger uppskot til umhvørvisverndarlóg, tí tað er har, ið vitanin er og eigur at vera. Færri í aðalráðunum Bert heilt fá starvsfólk við drúgvum royndum frá almennu umsitingini áttu at starvast í aðalráðunum, sum kundu verið serligir ráðgevar hjá landsstýrisfólkunum. Uppgávan hjá teimum er at samskipa arbeiðið millum aðalráðini, og niður í stovnarnir undir ráðunum. Rúni Joensen heldur, at løgmaður eigur framhaldandi at hava eina lógartænastu og eina uttanríkistænastu at samskipa lógararbeiðið og uttanríkisviðurskiftini heilt yvirskipað í landsstýrinum, og viðmerkir annars, at eitt av størstu frambrotum í føroyskari fyrisiting er stovnsetanin av Føroya Kærustovni, sum hann heldur eigur at halda fram og mennast. Við hesum broytingum heldur Rúni Joensen, at sleppast kann undan dupultfunktiónum, og at vit eisini vildu fingið meira fyri minni. Endurskoðið alla skipanina Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskivinnustjóri, heldur, at best hevði verið at endurskoða verandi skipan, áðrenn broytingar nú verða gjørdar, soleiðis at vit fingu eina mynd av hvat hevur riggað og hvat ikki hevur riggað. Umráðandi er at kanna, hvussu landsfyrisitingin hevur klárað at tryggja rættartrygdina. Og ber ikki til at kanna øll viðurskifti út í æsir, eiga vit í hvussu er at kanna nøkur serliga týdningarmikil mál, sigur Kjartan Hoydal og nevnir ofta afturvendandi spurningin um at aðalstýrini ikki megnað at halda játtanina, grannskoðaramálið og CIP-málið. Harafturat skipaninar viðvíkjandi umsitingini av lógini um vinnuligan fiskiskap og skipaninar við almennu partafeløgunum, sum fyrrverandi fiskivinnustjórin ikki heldur hava riggað væl. Kjartan Hoydal heldur, at óheft fólk skulu taka sær av kanningararbeiðinum, soleiðis at landsfyrisitingin ikki skal kanna seg sjálva. Hann mælir til, at landsgrannskoðanin, løgtingsins umboðsmaður og løgtingsskrivstovan hava røttu vitanina at taka sær av eini tílíkari kanning. Øll vinnumál í sama ráð Tað er ein trupulleiki í dag at viðgera mál, sum hoyra til í fleiri ymiskum aðalráðum, heldur Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum. Sum dømi nevnir hann fiskivinnumál. Tá ræður um fiskivinnumál á landi liggja heilsufrøðilig viðurskifti undir Vinnumálaráðnum, meðan fiskivinna annars liggur undir Fiskivinnumálaráðnum, sum ivaleyst raðfestir fiskivinnuna á sjónum hægri enn á landi. Og ikki riggar samstarvið millum ráðini líka væl. Hann heldur tí tað vera munandi betri at skipa eitt vinnumálaráð, sum tekur sær av øllum vinnu- og handilsmálum. Somuleiðis mælir Vinnuhúsið til, at lóggivið verður um hvørji málsøki hoyra til hvørji ráð. Tá koma málini at liggja í tryggari karmum enn nú, tá telvað verður um tey ymisku málini í sambandi við samgongusamráðingar. Deyðsdømt Sonevnda kjakuppleggið er frá byrjan deyðsdømt. Tað er uttan saft og kraft og fær ongan at vakna, heldur Reidar Nónfjall, fyrrv. stjóri á Standferðsluni og Føroya Handilsskúla. Tað er burturvið og meiningsleyst at gera eitt slíkt kjakupplegg at leggja út til almenningin at meta um og hava eina meining um. Skal ein koma við einum kvalifiseraðum ráðið, so krevst innlit, fakligur førleiki, greiningar, og ikki minst royndir. Almenningurin hevur hvørki innlit, førleika ella royndir at meta um tørvin á nýskipanum ella tillagingum. Tað sigur Reidar Nónfjall, sum heldur at embætisverkið í samráð við landsstýrið skal gera eina kritiska dignostiserandi kanning og greining av landsfyrisitingini. Ein faklig og óheft analysa, gjørd av uttanhýsis konsulentum og fokusbólkum. Harnæst er tørvur á fyrst at definera uppgávur og síðan designa ein bygnað, sum honorerar dygdargóðar uppgávuloysnir og tænastur. Øll onnur raðfylgja er skeiv og ólogisk og skapar ikki betri úrslit, heldur Reidar Nónfjall. Hann heldur, at bara heitið hevur við sær, at hetta tiltak frá byrjan av er deyðsdømt. Orðið kjak leggur upp til, at onki skal henda og uppleggið sigur, at hetta er ikki meint í álvara. Hetta kjakupplegg er tíverri uttan saft og kraft og fær ongan at vakna, sigur Reidar Nónfjall, sum annars bjóðar seg fram at vera við í einari uttanhýsis kanning og greining av landsfyrisitingini, einari støðulýsing og frágreiðing við uppskotum um loysnir, og vísir á sínar royndir frá landsfyrisitingini umframt at hann hevur tikið lut í ráðgeving at leggja almennar stovnar saman o.a. BLF ávarar móti ógrundaðum sparingum Uppleggið hjá arbeiðsbólkinum er alt ov grunt og megnar ikki at geva eina reella mynd av virkseminum í ymsu ráðunum og at lýsa vavi og ta fjølbroytni, sum eyðkennir stjórnarráðini, sigur nevndin í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, sum heldur, at her er meira talan um eitt spariupplegg heldur enn ein verulig umskipan av landsfyrisitingini. BLF kann taka undir við, at tað eru viðurskifti í landsfyrisitingini, sum ikki eru skynsom og ymiskt, sum kundi verið skipað øðrvisi, men saknar at uppleggið staðfestir og viðger trupulleikarnar í fyrisitingini meira ítøkiligt. Harafturat heldur BLF, at tað slepst ikki undan at viðgera politisku skipanina samstundis. Felagið hjá búskapar- og løgfrøðingum saknar eisini eina greining av, hvussu onnur lond hava skipað síni viðurskifti, tí hesum kundu vit eisini lært av. Samanumtikið staðfestir BLF, at alt bendir á, at einasti ítøkiligi arbeiðssetningurin, sum arbeiðsbólkurin hevur havt at halda seg til, er at landsstýrið ætlar at spara 10 milliónir, og tí er uppleggið at rokna sum eitt spariupplegg. Felagið vísir eisini á, at tað verður ofta sagt, at landsfyrisitingin bólgnar, men vísir hesum aftur, tí hon er ikki vaksin í mun til BTÚ síðani í 2001, og tí er grundleggjandi spurningurin, um tørvur er á sparingum í landsfyrisitingini. BLF ávarar tí staðiliga, at tílíkar ógvusligar, og enntá ógrundaðar sparingar, verða førdar út í lívið, tí hetta kann gerast eitt ógvusligt álop á føroyska rættarsamfelagið og rættartrygd borgaranna, sum eingin fólkavald politisk skipan kann standa modell til, sigur felagið og leggur afturat, at felagið tekur frástøðu frá kjakupplegginum og teimum spariætlanum, ið eru grundarlagið undir upplegginum. BLF vil staðiliga mæla frá, at landsfyrisitingin verður umskipað og veingjaskerd, bara fyri at spara nakrar ómetaliga dýrt keyptar millionir á fíggjarlógini. Hendan rokning kann enda fleirfaldað aftur hjá Føroya fólki, sigur BLF millum annað í sínum viðmerkingum. Almenn starvsfólk skulu tora at slatra Nógv almenn starvsfólk tora ikki at úttala seg alment um viðurskifti á teirra arbeiðsplássi, tí tey óttast fyri, at tað kann fáa avleiðingar fyri teirra starvsmøguleikar. Men tað hevur týdning fyri fólkaræðið, at almenn starvsfólk tora at varskógva um ivasom viðurskifti, og í øðrum londum verður arbeitt við at veita teimum vernd, ið rópa varskó. Skakandi avdúkingar úti í verðini seinastu árini hava prógvað, hvussu stóran týdning tað hevur, at fólk, ið hava innlit, tora at avdúka sína vitan. Í løtuni krógvar ein 23 ára gamal amerikanskur forritari seg í Moskva fyri amerikanska yvirvaldinum, ið vil hava hann dømdan fyri njósning. Edward Snowden avdúkaði, at amerikanska fregnartænastan NSA avlurtar snøgt sagt alt og øll, eisini privatar telefonir hjá stjórnarleiðarum í øðrum londum. Avdúkingarnar elvdu til øsing og vreiði mótvegis USA í nógvum londum, og amerikanskir myndugleikar svaraðu aftur við at ákæra unga forritaran fyri njósning og stuldur. Hann flýddi yvir háls og herðar til Russlands, har hann fyribils hevur fingið friðskjól í eitt ár. Á sendistovuni hjá Ecuador í London krógvar ein annar kendur whistleblower ella varskógvari seg. Tann 43 ára gamli australiumaðurin Julian Assange hevur almannakunngjørt yvir hundrað túsund loynilig skjøl um millum annað krígsførsluna hjá USA í Irak og Afghanistan á netsíðu sínari. Amerikanskir myndugleikar skuldseta hann fyri at seta trygdina hjá USA í váða og vilja hava hann útflýggjaðan, men Ecuador hevur givið honum friðskjól. Eisini á okkara leiðum eru fleiri dømir um varskógvarar, ið hava fingið ilt í tey ráðandi. Ein teirra er danski herovastin Anders Koustrup Kærgaard, sum fyri tveimum árum síðani almannakunngjørdi eina sjónbandaupptøku við irakiskum hermonnum undir danskari leiðslu, ið slógu og sparkaðu irakisk sivilfólk. Danski varskógvarin varð dømdur at rinda dagbøtur í seks mánaðar, tí hann ikki vildi avdúka, hvør hevði givið honum sjónbandaupptøkurnar. Føroyskir varskógvarar Eisini føroyskir varskógvarar hava fingið týðandi mál fram í ljósið, sum hava fingið stórar avleiðingar í okkara heimliga umhvørvi. Tá eitt skjal við atfinningarsomum viðmerkingum hjá embætisfólkum í innlendismálaráðnum um ætlanina at lata eitt privat felag gera Skálafjarðartunnilin varð likið til fjølmiðlarnar, gjørdist tað byrjanin til endan hjá privatu tunnilsverkætlanini. Skjalið hevði verið hildið loyniligt fyri løgtingslimum, og tá fjølmiðlarnir avdúkaðu tað, elvdi tað til so mikla øsing, at tunnilsætlanin datt niðurfyri, landsstýrismaðurin varð koyrdur frá, innlendismálaráðið varð niðurlagt, og ein kanningarstjóri varð settur at kanna embætisførsluna hjá bæði frákoyrda landsstýrismanninum og løgmanni. Tá starvsfólk á Eysturoyar ellis- og røktarheimi alment søgdu frá ógvisligu avleiðingunum, ið ætlaðar sparingar fóru at fáa fyri tey gomlu, fingu tey eina áminning frá ovastu leiðsluni í Almannaverkinum um, at bert hon skuldi úttala seg vegna stovnin. Men sparingarnar vórðu tiknar aftur, og stjórin fyri Almannaverkið varð send til hús. Og tá redaktørurin á portalinum breyt tagnarskyldu sína sum fyrrverandi grannskoðari og avdúkaði, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði selt ótollaðar vørur, kom eldur í skálan. Atfinningar heglaðu niður yvir landsstýrismannin, sum kærdi redaktørin til Fjølmiðlanevndina og kallaði inn til tíðindafund, har hann í næstan tveir tímar royndi at verja seg. Flestu almennu starvsfólk í Føroyum eru bangin fyri at siga sína hugsan og koma fram við síni vitan um skeivleikar og óreglusemi. Tað eru royndirnar hjá flestu fjølmiðlafólkum, ið dagliga royna at fáa upplýsingar fram um mál, ið verða viðgjørd í fyrisitingini. Ein kanning, ið tveir stjórnmálafrøðingar gjørdu fyri nøkrum árum síðani, vísti eisini, at nógv embætisfólk aftra seg við at siga sína áskoðan ella tosa um mál, ið tey hava innlit í. Fleiri hava kent sviðan av at hava úttalað seg á arbeiðsplássinum, og tey flestu velja tí heldur ta tryggu loysnina og tiga. Aðrastaðni verður arbeitt við at finna loysnir, sum kunnu tryggja, at almenn starvsfólk tora at slatra, tí tað hevur stóran týdning fyri fólkaræðið, at almenna fyrisitingin er gjøgnumskygd, og at skeivleikar koma fram í ljósið. Fleiri danskar kommunur og privatar fyritøkur hava eisini sett í verk, har starvsfólk dulnevnd og uttan at nýtast at óttast avleiðingar kunnu boða frá óreglusemi. Í Føroyum eru enn ongar ætlanir lagdar fram á hesum øki. Neyðugt at verja varskógvarar Óreglusemi og korrupsjón er til alla staðni, har menniskjur eru. Um fólk við innliti ikki við hvørt seta tagnarskyldu og loyalitetsskyldu til síðis og rópa varskó, so verða týðandi mál duld fyri almenninginum, og tað er ein hóttan ímóti fólkaræðinum. Men prísurin fyri at varskógva kann vera ógvuliga høgur. Heini í Skorini, ið skrivar ph.d. ritgerð um religiónskritikk og talufrælsi í altjóða samanhangi, hevur stóra virðing fyri fleiri av teimum kendu varskógvarum, ið hava gjørt vart við seg úti í heimi seinastu árini. Ein maður sum Edward Snowden er ein hetja. Hann hevur avdúkað avlurtingar hjá amerikansku fregnartænastuni, ið eru meira víðgongdar, enn nakar kundi ímynda sær. Tað hevur stóran týdning, at heimurin fær at vita, at USA avlurtar alt og øll, sigur hann. Hin kendi varskógvarin, ið krógvar seg fyri USA, Julian Assange, er ikki eins høgt í metum. Assange er ein nógv meira samansettur varskógvari. Hann leggur alt út, ið hann fær fatur á. Nógv er gott at fáa fram, men sumt er bert slatur og sleyg, og okkurt er beinleiðis skaðiligt. Assange er ein fyrilitarleysur varskógvari, sum sær USA sum tann stóra Satan, og sum ikki leggur í, um hann setur lívið hjá fólki í váða, ið verða umrødd í loyniligum skjølum, sigur Heini í Skorini. Snowden og Assange hava tó tað í felag, at teir báðir gjalda ein høgan prís fyri at rópa varskó. Teir fáa ongantíð eitt vanligt lív aftur. Teir noyðast at fjala seg restina av lívinum, og fær USA fatur á teimum, kunnu teir fáa lívlanga fongsulsrevsing, sigur Heini í Skorini. Eisini á okkara leiðum eru fleiri dømi um, at varskógvarar hava goldið ein høgan prís. Fyrrverandi danski fregnartænastumaðurin Frank Grevil fekk fýra mánaðir langa fongsulsrevsing fyri brot á tagnarskylduna, tá hann avdúkaði, at grundarlagið hjá donsku stjórnini fyri at fara í kríggj móti Irak var skeivt. Og danski herovastin Anders Koustrup Kærgaard mátti gjalda dagbøtur í 6 mánaðir, tí hann ikki vildi siga, hvør hevði givið honum sjónbandaupptøkur av irakiskum hermonnum undir danskari leiðslu, ið bukaðu sivilfólk. Ein persónur, ið fer upp ímóti eini skipan, hevur alla orsøk at óttast avleiðingar. Eingin brýggjar seg um at verða avdúkaðar, og skipanir vilja gera alt fyri at ræða onnur frá at gera tað sama, sigur Heini í Skorini. Okkurt er betri ósagt Hóast tað hevur stóran týdning fyri fólkaræðið, at fólk fáa kunnleika til, hvat hendir handan valdsmúrarnar, so eru allar avdúkingar tó ikki av tí góða. Avdúkingar kunnu gera meira skaða enn gagn. Um politikarar ikki hava eitt rúm, har teir kunnu virka ótarnaðir, so ber als ikki til at føra politikk. Og um friðarsamráðingar ikki kunnu fara fram í trúnaði, so verður ongantíð friður, tí alt endar í rumbli, sigur Heini í Skorini. Summir varskógvarar hava eisini heilt aðrar ætlanir við avdúkingunum enn at styrkja fólkaræðið. Summi leka upplýsingar, tí tey vilja hevna seg inn á onkran. Bókin, sum ein dulnevndur danskur sosialdemokratur gav út, er eitt dømi um hetta. Bókin inniheldur mest slatur um kendar sosialdemokratar, og hon flytur einki, sigur Heini í Skorini. Varskógvarar mugu verjast Eisini í Føroyum eru dømir um, at tað hevur fingið avleiðingar fyri almenn starvsfólk, at tey hava verið ov opinskárað um eym mál. Tað vísir millum annað ein kanning, ið tveir stjórnmálafrøðingar gjørdu í 2007. Tað er ein løgfrøðilig grásona, nær atlit til fólksins áhugamál vigar tyngri enn tagnarskyldan og loyalitetsskyldan mótvegis arbeiðsgevaranum, og tað má tí altíð vera ein meting frá máli til mál, nær varskógvarar eiga at fáa vernd. Men tað hevur stóran týdning, at fólk við innliti tora at koma fram við tí, tey vita. Tí eiga vit at fáa nakrar yvirskipaðar reglur, ið tryggja rættindini hjá teimum, ið rópa varskó. Tað kann millum annað gerast við at áleggja almennum starvsfólki eina skyldu at siga frá, tá tey fáa kunnleika um okkurt ólógligt, sigur Heini í Skorini. Málið størri týdning enn tagnarskyldan Tá táverandi redaktørurin á Portal.fo legði fyrstu greinina um tollmálið hjá landsstýris- manninum í fíggjarmálum út, var tað ein fleiri ára gomul ætlan, ið endiliga gjørdist veru- leiki. Sveinur Tróndarson hevði vitað um málið, síðani hann sjálvur sum grannskoðari var á eftirlitsvitjan á virkinum hjá landsstýrismanninum fyri meira enn tjúgu árum síðani. Men hann var bundin av tagnarskyldu og aftraði seg leingi við at komið fram við tí, hann visti. Sveinur Tróndarson var sjálvur annar, sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðaranum, í 1992 á eftirlitsvitjan á handilsvirkinum í Sørvági, ið Jørgen Niclasen var stjóri á. Hann staðfesti, at virkið seldi ótollaðar vørur og skrivaði eina frágreiðing, sum førdi til, at tollvaldið setti í verk skerpað eftirlit av felagnum og meldaði málið til løgregluna. Løgreglan kannaði málið, men fútin gjørdi av ikki at reisa ákæru móti stjóranum. Árini gingu, men Sveinur Tróndarson gloymdi ikki gamla tollmálið hjá Jørgen Niclasen. Hann gavst sum grannskoðari og fór í staðin at arbeiða sum tíðindamaður á Sosialinum. Har fekk hann ein starvsfelaga at biðja um innlit í tollmálið. Eg var fullgreiður yvir, at eg hevði tagnarskyldu sum grannskoðari, og tí vildi eg ikki sjálvur skriva um tað. Men eg helt, at málið hevði so stóran týdning, at tað átti at koma fram alment, sigur hann. Starvsfelagin fekk ikki innlit í málið. Svarið frá Fíggjarmálaráðnum var, at einki tílíkt mál var til. Í 2008 royndi Sveinur Tróndarson aftur at fáa hol á málið. Tá starvaðist hann á Dimmalætting, og eisini har fekk hann ein starvsfelaga at søkja um innlit. Men heldur ikki hon fekk nakað skjal útflýggjað. Vit vildu ikki fara út við søguni, uttan at vit høvdu nøkur skjøl, og tí slepti eg aftur málinum tá, sigur hann. Í januar í fjør gjørdi Dimmalætting enn eina roynd at fáa innlit í gamla tollmálið. Fyrst varð umbønin aftur noktað, men í desember eydnaðist tað umsíður at fáa trý skjøl útflýggjað. Tá var Dimmalætting farin á heysin, og Sveinur Tróndarson var tá redaktørur á Portal.fo, sum tí gjørdist fyrsti miðilin at bera søguna um ótollaðu vørurnar hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Í fyrstu atløgu brúkti eg bert mína vitan frá grannskoðaratíðini til at biðja um innlit. Tað kundi eg gera, tí eg visti, at málið var til. Men tá vit so fingu tey fyrstu skjølini og byrjaðu at skriva um málið, kom ymiskt fram, sum gjørdi, at eg kendi meg noyddan til eisini beinleiðis at brúka upplýsingar, ið eg hevði frá mínum arbeiði sum grannskoðari, sigur hann. Fult innlit Síðani Portal.fo setti hol á søguna um ótollaðu vørurnar hjá partafelagi Niclasen, eru nógv skjøl afturat komin fram í málinum. Fjølmiðlarnir hava fingið fult innlit, og Jørgen Niclasen hevur eisini sjálvur lagt fleiri skjøl fram á einum drúgvum tíðindafundi, ið hann kallaði inn til um málið. Politikarar og onnur hava funnist harðliga at landsstýrismanninum, men tað hevur ikki ávirkað álitið hjá løgmanni á landsstýrismanninum í fíggjarmálum. At løgmaður ikki vildi loysa landsstýrismannin úr starvi, hevur tó fingið fyrrverandi forkvinnuna í Sambandsflokkinum til at melda seg úr flokkinum. Jørgen Niclasen hevur kært bæði Portal.fo og Kringvarpið, sum eisini hevur gjørt nógv burtur úr tollmálinum, til Fjølmiðlanevndina. Ein av kærunum hjá landsstýrismanninum er, at tilfar, ið miðlarnir hava brúkt sum grundarlag fyri at skuldseta hann fyri tollsvik, er útvegað undir revsiverdum viðurskiftum. Tagnarskylda mátti víkja Sveinur Tróndarson hevur í dag ongar trupulleikar av, at hann hevur brotið tagnarskyldu sína. Tagnarskylda er tagnarskylda, og hon skal haldast. Men í hesum føri er talan um eitt so týðandi mál, at almenningurin hevur krav uppá at kenna tað, og so má tagnarskyldan víkja, sigur hann. Hóast meira enn 20 ár eru liðin, síðani Jørgen Niclasen seldi ótollaðar vørur, so heldur Sveinur Tróndarson, at tað enn hevur týdning at fáa málið lýst. Jørgen Niclasen hevur hesi 20 árini arbeitt seg upp til at vera ein av máttmiklastu politikarum í landinum, uttan at nakar hevur vitað, hvat hann hevur fingist við fyrr, sigur hann. Sveinur Tróndarson er ikki bilsin um, at Jørgen Niclasen enn er landsstýrismaður í fíggjarmálum. Mítt mál hevur verið at fáa alt málið fram í ljósið, ikki at fáa landsstýrismannin í fíggjarmálum frá. Í Føroyum skal ógvuliga nógv til, áðrenn nakað fær avleiðingar, so eg hevði ikki væntað, at hann fór at verða koyrdur frá. Men eg eri positivt bilsin av avgerðini hjá Lisbeth Petersen um at melda seg úr Sambandsflokkinum, sigur hann. Kann verða revsaður Sjálvur kann Sveinur Tróndarson fáa eina átalu frá Fjølmiðlanevndini, og hann kann eisini verða drigin í rættin og dømdur fyri at hava brotið tagnarskyldu sína. Men tað fær hann ikki til at missa svøvnin. Eg fái møguliga ikki starv aftur sum grannskoðari, men tað ætli eg mær heldur ikki at biðja um. Og eg eri so mikið gamal nú, at tað hevur ikki stórvegis týdning fyri meg, um eg havi reina revsiváttan, sigur hann. Sveinur Tróndarson hevur stóra virðing fyri kendum whistleblowarum úti í heimi sum Edward Snowden, sum í løtuni krógvar seg fyri amerikanskum myndugleikum í Russlandi. Men hann heldur ikki, at hansara gerðir tola samanbering við tað, ið hesir hava avrikað. Eg eri vanliga ikki nakar lítillátin maður, men tað, ið eg havi gjørt, kann á ongan hátt sammetast við tað, ið ein maður sum Edward Snowden hevur avrikað. Hann setur lívið í váða fyri at koma fram við síni vitan, meðan eg í ringasta føri fái eina átalu ella kanska eina stutta fongsulsrevsing, sigur hann. Skjalið ið beindi fyri tunlinum Eitt skjal, ið skuldi vera loyniligt, men endaði í Degi og Viku, gjørdist byrjanin til endan á privata Skálafjarðartunlinum. Tá lemjandi atfinningarnar hjá Innlendismálaráðnum móti tunnilsætlanini komu fram í ljósið, kom eldur í politisku skipanina, og ætlanin varð steðgað í evstu løtu. Málið um privata Skálafjarðartunnilin kom sum ketta úr høvdatrog í juni í fjør, tá Kringvarpið bar tey tíðindi frá eini ónevndari keldu, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, var klárur at skriva undir ein sáttmála við danska felagið CIP um at gera tunnil undir Skálafjørð. Hóast talan var um størstu íløgu í Føroya søgu, kundi landsstýrismaðurin skriva undir sáttmálan uttan at spyrja nakran eftir, tí hann hevði fingið heimild at gera avtalu um tunnil undir Skálafjørð frá løgtinginum. Men tá fjølmiðlarnir avdúkaðu, at landsstýrismaðurin hevði gjørt ein loyniligan sáttmála við eitt danskt felag, sum var klárur at verða undirskrivaður, kom eldur í. Løgmaður segði seg ikki kenna loyniliga sáttmálan og gjørdi av, at løgtingið skuldi viðgera málið, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður. Nakrar dagar seinni fekk tíðindaleiðarin á Sosialinum, Jón Brian Hvidtfeldt, eisini eitt prei frá ónevndari keldu. Keldan vildi vera við, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu eina røð av álvarsligum atfinningum ímóti tunnilsverkætlanini, sum eingin var sloppin at síggja. Hann setti seg í samband við ein deildarleiðara í innlendismálaráðnum, sum váttaði, at ráðið hevði skrivað eitt skjal við fakligum metingum av avleiðingum av tunnilsavtaluni. Landsstýrismaðurin hevði biðið um metingina, sum ráðið hevði gjørt uttan at sleppa at síggja loyniliga sáttmálan. Fakligu viðmerkingarnar hjá Innlendismálaráðnum vóru ikki lagdar við lógaruppskotinum, ið var lagt fyri løgtingið. Sosialurin søkti um innlit í skjalið, men fekk noktandi svar við tí grundgeving, at talan var um eitt innanhýsis skjal. Men søgan um, at Innlendismálaráðið hevði gjørt fakligar metingar, ið eingin uttanfyri ráðið slapp at síggja, kom í blaðið. Tíðindini um, at fakligar metingar vórðu duldar fyri løgtingslimum, sum skuldu taka støðu til størstu íløguna í Føroya søgu, festu eld í, og tað gjørdist byrjanin til endan á privata Skálafjarðartunlinum. Hetta hevði ikki komið fram, um vit ikki fingu eitt prei frá eini góðari keldu, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Skjalið kom við telduposti Tvær vikur eftir, at tíðindaleiðarin á Sosialinum hevði fingið noktandi svar uppá innlitsumbønina, fekk ein journalistur í Degi og Viku ein teldupost frá eini vælvitandi keldu. Viðfest var skjalið við teimum loyniligu fakligu viðmerkingunum hjá innlendismálaráðnum. Sama kvøld vórðu tær blástar út í Degi og Viku. Tað var ein whistleblower, ið gav okkum skjalið. Sama kvøld sum vit høvdu havt søguna um skjalið í Degi og Viku, fingu vit innlit í skjalið frá Innlendismálaráðnum, sum vit eins og aðrir fjølmiðlar høvdu søkt um. Men uttan whistleblowarin var skjalið neyvan komin fram, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Tíðindaleiðarin á Sosialinum fekk eisini teldupost frá Innlendismálaráðnum sama kvøld við innliti í fakligu viðmerkingarnar til avtaluna um Skálafjarðartunnilin. Einasta frágreiðing, ið fylgdi við, var, at nú hevði skjalið broytt status og var ikki longur innanhýsis. Setti eld í Løgtingslimir og onnur vóru á gosi um hvøssu atfinningarnar, ið høvdu verið hildnar loyniligar. Millum annað gjørdu løgfrøðingar í Innlendismálaráðnum vart við, at loyniligi sáttmálin við CIP fór at stavnsbinda landsstýrið og løgtingið í 50 ár. Tá fakligu viðmerkingarnar komu fram, fekk privata tunnilsætlanin seinasta skumpið. Løgmaður segði seg einki kenna til viðmerkingarnar hjá Innlendismálaráðnum og vildi hava eina frágreiðing frá landsstýrismaninum. Tá hann hevði fingið frágreiðingina, segði hann seg framvegis hava álit á landsstýrismanninum, men gjørdi kortini av at siga hann úr starvi. Samstundis sum landsstýrismaðurin varð frákoyrdur, varð Innlendismálaráðið niðurlagt. Avtalan við CIP varð ikki undirskrivað, og landsstýrismálanevndin gjørdi av at seta ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá bæði frákoyrda landsstýrismanninum og løgmanni. Síðani hevur CIP fingið eina miljón í endurgjaldi, og landsstýrið hevur gjørt av at byggja bæði Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil fyri almennar pengar í staðin. Høvdu fjølmiðlarnir ikki avdúkað viðmerkingarnar frá Innlendismálaráðnum og fylgt málinum so neyvt, so høvdu vit helst fingið ein privatan tunnil, sum bert nøkur heilt fá høvdu kent grundarlagið undir, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Ávaringar frá starvsfólkum steðgaðu sparingum Ávaringar frá starvsfólkum á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi um ógvusligar avleið- ingar av ætlaðum sparitiltøkum elvdu til, at ein eykajáttan varð givin, sum forðaði fyri teimum ringastu avleiðingunum. Ávaringarnar fingu eisini avleiðingar fyri leiðsluna í Almannaverkinum, tí landsstýriskvinnan segði seg ikki hava álit á stjóranum meira og segði hana úr starvi. Tað byrjaði við einum skrivi um ótespiligar sparingar, sum leiðslan á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi sendi til tey avvarðandi hjá búfólkunum. Avleiðingarnar av sparingunum vóru millum annað, at tey gomlu skuldu liggja meira í songini, tey skuldu bíða longri eftir at sleppa á wc og í bað, og tey skuldu fáa vánaligari mat. Avvarðandi lótu skrivið fara víðari til fjølmiðlarnar, og útvarpið bar tíðindini um skakandi útlitini hjá teimum gomlu á Ellisheiminum longu sama dag, sum tey avvarðandi vórðu kunnaði um spariætlanina. Dagin eftir vóru starvsfólk á Ellisheiminum frammi í miðlunum og ávaraðu um, at røktin kundi blíva óforsvarlig, um sparingarnar vórðu settar í verk. Stovnsleiðarar fingu áminning Tá starvsfólkini høvdu verið frammi í miðlunum, sendi leiðarin í Eldradeplinum í Almannaverkinum út eitt kunningarskriv til stovnsleiðararnar á eldraøkinum. Hon minti teir á, at tað bert er stjórin, sum kann úttala seg alment vegna stovnin, og bað teir beinanvegin minna starvsfólk síni um hetta. Leiðarin í Eldradeplinum gjørdi í skrivinum greitt, at onnur enn stjórin bert kunnu úttala seg, um stjórin hevur útdelegerað hesa uppgávu til viðkomandi. Einki varð nevnt um, at starvsfólk altíð hava rætt til at úttala seg sum privatpersónar. Skrivið til stovnsleiðararnar kom fram í fjølmiðlunum, og ónevnd starvsfólk vórðu endurgivin fyri at siga, at leiðslan í Almannaverkinum hevði givið teimum munnkurv. Leiðslan á Almannaverkinum royndi næstu dagarnar at greiða frá, at ætlanin ongantíð hevði verið at skerja grundlógartryggjaða rættin til talufrælsi hjá starvsfólkunum, men skaðin var longu hendur. Kringvarpið kærdi Almannaverkið fyri Løgtingsins Umboðsmann, sum kom til ta niðurstøðu, at áminningin frá Almannaverkinum til stovnsleiðararnar kundi skiljast sum ein munnkurv, tí skrivið nevndi einki um, at starvsfólkini hava rætt at úttala seg egna vegna. Loysti seg at álvara Ávaringarnar frá leiðslu og starvsfólkum høvdu skakað fólk, og trýstið á Almannaverkið og landsstýriskvinnuna í almannamálum vaks. Eitt felag varð sett á stovn, ið skuldi tala søk teirra gomlu, og fleiri hundrað starvsfólk og avvarðandi mótmæltu í Almannamálaráðnum. Endin var, at landsstýriskvinnan í almannamálum mátti í løgtingið at fáa eina eykajáttan, so sleppast kundi undan teimum ringastu sparingunum, sum samgongan sjálv upprunaliga hevði sett út í kortið. Landsstýriskvinnan hevði sjálv evstu ábyrgdina av sparingunum, men hon gjørdi av at siga stjóran í Almannaverkinum úr starvi við tí grundgeving, at hon ikki longur hevði álit á henni. Seinni varð eisini leiðarin á Eldradeplinum send til hús við tí grundgeving, at neyðugt var við bygnaðarbroytingum. Málið um eldrasparingarnar er eitt dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at starvsfólk tora at lata munnin upp. Fólk, ið hava innlit, eru tey nærmastu til at seta orð á til dømis avleiðingar av sparingum, so tær ikki bert verða tøl á einum excel-arki, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari á Sosialinum. Lættari at tiga Nógv almenn starvsfólk aftra seg við at lata fjølmiðlum upplýsingar um mál, ið tey hava kunnleika til frá arbeiði sínum. Tey óttast fyri avleiðingum og velja heldur løttu loysnina, ið er at tiga. Almenn starvsfólk hava orsøk at óttast fyri avleiðingum, um tey eru ov opinskáraði. Tað vísir millum annað ein kanning, ið stjórnmálafrøðingarnir Doris Bjarkhamar og Elin Michelsen gjørdu í 2007. Tær spurdu fleiri starvsfólk í landsfyrisitingini, um tey tosaðu við fjølmiðlar, og hvørjar royndir tey høvdu av hesum. At vera embætismaður er sum at vera stavnsbundin. Tú kanst ongantíð úttala teg. Gert tú tað, kostar tað ov nógv. Sigur tú tína hugsan, so fært tú at hoyra og kanska eisini føla fyri tað. Tú fært skotið í skógvarnar, at tú hevur úttalað teg, bæði av leiðsluni og av politikarunum, segði ein fulltrúi í kanningini. Fleiri embætisfólk vóru ørkymlaði av, at tey ikki kundu brúka sítt annars grundlógartryggjaða talufrælsi. Eg kann ikki siga mína hugsan um lóggávuna ella um Landsgrannskoðanina ella Løgtingsins Umboðsmann. Tað er ein høgur prísur at gjalda at noyðast at fráskriva sær sín demokratiska rætt til at úttala seg um eitt politiskt mál, tí eg starvist í fyrisitingini, sum umsitur tað, segði ein embætismaður. Starvsfólk eru bangin At almenn starvsfólk sum heild eru ógvuliga trek at fáast at siga nakað, vita fjølmiðlafólk alt um. Mínar royndir sum blaðmaður eru, at tað er ógvuliga trupult at fáa starvsfólk hjá tí almenna at koma fram við upplýsingum. Tey eru bangin fyri, at tað fær keðiligar avleiðingar fyri tey, um tey tosa við tíðindafólk, sigur Sveinur Tróndarson, ið er redaktørur á Portal.fo. Tíðindaleiðarin á Sosialinum, Jón Brian Hvidtfeldt, er samdur. Tað eru alt ov nógv, ið bera seg undan. Tað er lættari at tiga enn at siga nakað, og tey vilja heldur goyma seg aftanfyri skrivaraborðið enn at risikera at verða blandað uppí okkurt, sigur hann. Redaktørurin á Portal.fo skilir væl, at almenn starvsfólk eru bangin fyri at geva fjølmiðlum upplýsingar um ivasom mál. Fólk hava orsøk at vera bangin, tí tey risikera nakað við at standa fram. Fólk í høgum størvum fáa ikki viðurkenning fyri at tosa hart um tað, tey vita, og eingin vil hava fólk í starv, sum slatra. Men eg taki hattin av fyri teimum, sum tora at fara upp ímóti systeminum, sigur Sveinur Tróndarson. Tíðindaleiðarin á Sosialinum heldur tað vera ein stóran trupulleika, at almenn starvsfólk ikki tora at koma fram við tí, tey vita. Tað hevur týdning, at almenn starvsfólk ikki altíð royna at vera politiskt korrekt, men heldur tora at fylgja síni samvitsku og lata munnin upp. Um tey tosa opið um tað, tey fáast við, verða málini betri upplýst, og avgerðirnar verða rættari, sigur tíðindaleiðarin á Sosialinum. Redaktørurin á Portal.fo heldur, at almenn starvsfólk eiga at hugsa longri enn, hvat er lættast at gera beint nú. Í síðsta enda er tað eisini vandamikið fyri embætisverkið, um mál ikki verða lýst alment, tí tá fáa politikarar fríar ræsur at misbrúka sítt vald. Og tað kann taka langa tíð at rætta eitt kúgað embætisverk upp aftur, sigur Sveinur Tróndarson. Dulnevndar keldur Nøkur almenn starvsfólk leka mál til fjølmiðlarnar, sum tey halda tað hevur týdning at fáa fram, uttan at leggja navn til sjálvi. Uttan slíkar varskógvarar høvdu fleiri ivasom mál ongantíð komið undan kavi. Tað hendir rættiliga ofta, at vit fáa eitt prei um okkurt mál, sum vit áttu at kanna nærri. Tílík prei kunnu koma á nógvar ymiskar mátar. Ofta eru tað góðar keldur, sum vit kenna, ið koma við teimum, men tað kunnu eisini vera dulnevnd fólk, ið ringja ella skriva, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Fjølmiðlafólk avdúka ikki fólk, ið koma við loyniligum upplýsingum og vilja vera dulnevnd. Men tey vilja helst vita, hvør keldan er. Jú meira duldar upplýsingarnar eru, jú truplari er at viðgera málið. Fólk eiga at hava tað álit á fjølmiðlunum, at vit handfara upplýsingarnar rætt og ansa eftir teimum fólkunum, ið koma við teimum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Danskar kommunur fáa whistleblower-skipanir Fleiri danskar kommunur hava sett whistleblower-skipanir í verk, ið geva starvsfólkum møguleika fyri dulnevnd at boða frá, um starvsfelagar ella leiðarar bera seg skeivt at. Samstundis hevur danska Løgmálaráðið sett eina nevnd at kanna, hvussu almenn starvsfólk, ið leka upplýsingar til fjølmiðlar, kunnu verjast móti avleiðingum. Nógvar privatar fyritøkur í Danmark hava whistleblowerskipanir, har starvsfólk dulnevnd kunnu koma við fráboðanum um starvsfelagar ella leiðarar, sum onkursvegna bróta lógir ella reglur á arbeiðsplássinum. Tílíkar skipanir geva arbeiðsgevarum virðismiklar upplýsingar um, hvat ið fer fram á arbeiðsplássinum, og eisini fleiri almennir stovnar eru nú farnir at umhugsa at seta á stovn whistleblowerskipanir ella slatritænastur, ið tær eisini verða nevndar. Fyri einum ári síðani fekk Keypmannahavnar kommuna eina whistleblowerskipan. Kommunan hevur ein netportal, har starvsfólk og samstarvsfelagar hjá kommununi uttan sjálvi at standa fram kunnu boða frá óreglusemi ella óhóskandi atburði hjá starvsfólki ella stjórum. Fráboðanirnar fara fyrst til ein uttanhýsis veitara, ið skal tryggja, at eingin í kommununi kann spora, hvør fráboðarin er. Síðani fær borgararáðgevin hjá kommununi, ið er løgfrøðingur, málið. Hann metir, um tað er nóg álvarsligt at fara víðari við, og er tað tað, verður ein kanning sett í verk. Fyrsta árið skipanin hevur verið í gildi, hevur hon fingið gott 30 fráboðanir. 20 av teimum hava verið so álvarsligar, at fyrisitingin hevur fingið boð um at kanna málini nærri. Flestu fráboðanirnar hava snúð seg um grov svik á stovnum, ið veita tænastur til borgarar. Fleiri fráboðanir hava eisini verið um vánaligt arbeiðsumhvørvi og um leiðarar, ið hava sett skyldfólk og vinir í starv. Whistleblowerskipanir verja starvsfólk, ið boða frá óreglusemi, móti avleiðingum, tí tey kunnu vera dulnevnd. Men øll eru ikki fegin um tær kortini, tí tær geva samstundis starvsfólkum góðar møguleikar at skaða starvsfelagar ella leiðarar, ið tey hava ilt eyga á. Í summum førum ber ikki til at fjala útyvir, hvør fráboðarin er, tí bert fá hava kunnleika til málið. Whistleblowerskipanir hava ásetingar, ið skulu tryggja, at tað ikki fær avleiðingar fyri starvsmøguleikarnar hjá varskógvaranum, at hann sigur frá tí, hann veit. Men broytingar í arbeiðsviðurskiftum kunnu henda kortini, og tað ber ikki altíð til at prógva, at tær hava samband við, at eitt starvsfólk hevur gjørt vart við óreglusemi á arbeiðsplássinum. Skulu kunna leka alment Whistleblowerskipanir á arbeiðsplássum eru bert ætlaðar til innanhýsis fráboðanir. Skipanirnar tryggja ikki starvsfólkum móti avleiðingum, um tey fara alment út við upplýsingum um teirra arbeiðspláss. Danska stjórnin sigur í samgonguskjali sínum, at hon vil virka fyri, at almenn starvsfólk skulu kunna úttala seg alment um óreglulig viðurskifti uttan at nýtast at óttast fyri starvsligum avleiðingum. Danska Løgmálaráðið hevur sett eina nevnd at kanna, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at tryggja talufrælsi hjá almennum starvsfólki. Nevndin skal eisini lýsa fyrimunir og vansar við whistleblower-skipanum í almennu fyrisitingini og koma við tilmæli um, hvussu tílíkar skipanir eiga at vera. Whistleblower-skipanir, ið skuldu geva almennum starvsfólki møguleika at leka óreglusemi til fjølmiðlarnar uttan at nýtast at óttast starvsligar avleiðingar, vórðu umrøddar í løgtinginum í 2004, tá Finnur Helmsdal, sáli, setti løgmanni ein fyrispurning um hetta. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, svaraði, at fólkatingið hevði sett eina serfrøðinganevnd at kanna hesar spurningar, og at føroyingar máttu bíða eftir, hvat henda nevnd kom fram til. Síðani hevur einki verið at hoyrt aftur um whistleblower-skipanir og rættin hjá almennum starvsfólkum at varskógva í Føroyum. Almenna fyrisitingin er ov afturlatin Almenna fyrisitingin í Føroyum er munandi meira afturlatin enn fyrisitingarnar í grannalondunum. Meðan onnur lond stremba eftir at fáa størri gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitingini, royna føroyskir myndugleikar at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fylgja við tí, ið fyrisitingin ger. Í Danmark hevur Løgmálaráðið sett eina nevnd at kanna, hvussu fólk, ið alment vísa á skeivleikar á teirra arbeiðsplássi, kunnu verjast móti avleiðingum. Í Svøríki verða almennir arbeiðsgevarar revsaðir, um tað fær avleiðingar fyri starvsmøguleikarnar hjá starvsfólkum, at tey hava úttalað seg alment um teirra arbeiðsøki. Men í Føroyum hava politikarar hug at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fáa innlit í arbeiðið hjá fyrisitingini, og landsstýrið hevur lagt eitt lógaruppskot fyri tingið, ið tekur burtur rættin hjá fólki, ið søkja tænastumannastørv, til at fáa at vita, hvørjir hinir umsøkjararnir eru. Løgtingsins Umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, harmast um, at politiska skipanin í Føroyum tykist at vilja toga føroyska samfelagið øvugtan veg enn grannalondini. Aðrastaðni leggja tey stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni sum ein part av fólkaræðinum. Í Føroyum fara vit øvugtan veg og tosa um at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fáa innlit í arbeiðið hjá fyrisitingini. Tað átti at verið óhoyrt í 2014, sigur hon. So lítið og so seint sum møguligt Løgtingsins Umboðsmaður fær hópin av kærum frá fjølmiðlum og øðrum, sum hava trupult við at fáa innlit í mál, ið verða viðgjørd í almennu fyrisitingini. Vit hava víst á ferð eftir ferð, at sambært lógini skal innlit gevast so skjótt sum gjørligt og ikki 10 dagar eftir umbønina, sum er evsta mark í lógini fyri, nær umsøkjarin skal hava svar. Eisini kann myndugleikin geva meira innlit enn tað, ið lógin krevur. Men nógvu kærurnar frá fjølmiðlunum benda á, at hugburðurin í fyrisitingini er, at almenningurin skal hava so lítið innlit sum gjørligt so seint sum gjørligt, sigur Sólja í Ólavsstovu. Nógv almenn starvsfólk aftra seg eisini við at úttala seg alment um tað, tey arbeiða við. Tey vísa sum oftast til leiðsluna á stovninum, um tey verða spurd um mannagongdir og onnur faktuel viðurskifti. Fólk eru øgiliga bangin fyri at úttala seg alment. Tey óttast fyri, at tað fær avleiðingar fyri teirra starvsmøguleikar, um tey úttala seg alment, og tað kann tað eisini lætt fáa. Stovnsleiðarin kann uppfata tað sum illoyalt, og tað kann skapa øsing á arbeiðsplássinum og samstarvstrupulleikar, um starvsfólk úttala seg um viðurskifti, ið kunnu seta arbeiðsplássið í keðiligt ljós. Tað kann fáa avleiðingar fyri teirra arbeiðsumstøður, og tað kann vera ógvuliga torført at prógva, at eitt starvsfólk fær minni áhugaverdar arbeiðsuppgávur ella ikki verður framflutt til hægri starv, tí tað hevur úttalað seg alment, sigur Sólja í Ólavsstovu. Men almenn starvsfólk hava eins og øll onnur ein grundlógartryggjaðan rætt til at tosa um tað, ið tey arbeiða við, og siga sína hugsan, eisini um mál, ið hava samband við teirra arbeiði. Tey skulu bara ikki úttala seg vegna stovnin, men kunnu gera tað sum privatpersónar. Fleiri vita helst ikki, at tey hava rætt til at úttala seg um teirra arbeiðsøki. Og óivað eru fleiri leiðarar heldur ikki greiðir yvir, at starvsfólkini hava rætt til at siga sína hugsan og úttala seg um faktuel viðurskifti á arbeiðsplássinum, sigur Sólja í Ólavsstovu. Nøkur starvsfólk eru tó meira enn onnur bundin av eini loyalitetsskyldu móti teirra arbeiðsgevarara, ið kann avmarka, hvat tey kunnu siga sína hugsan um. Tey, ið eru nærmast við avgerðirnar, mugu vera meira varin enn onnur, tí tey verða mett sum ímyndin av myndugleikanum og kunnu ikki bara siga, at tey úttala seg sum privatpersónar. Tey, ið arbeiða niðri á gólvinum, hava eitt munandi størri talufrælsi. Og tey hava ofta eina stóra fakliga vitan um til dømis, hvørjar avleiðingarnar eru av sparingum. Um tey vita, at tey gomlu á einum ellisheimi bert sleppa í bað eina ferð um vikuna, tí eingir pengar eru, so hava tey bæði rætt og skyldu til at upplýsa um tað, sigur Sólja í Ólavsstovu. Fyrisitingin er ov ung Fleiri almenn starvsfólk hava einki ímóti at leka søgur frá teirra arbeiðsøki, um tey sleppa undan at leggja navn til. Tað er eingin ivi um, at tað er eitt brot á tað álitið, ið leiðslan eigur at kunna hava á sínum starvsfólkum, um tey leka upplýsingar til fjølmiðlarnar. Starvsfólk, ið vita um, at okkurt ólógligt er farið fram, eiga altíð fyrst at siga tað fyri sínum nærmasta leiðara. Ger hann einki við málið, eiga tey at gera vart við tað longur uppi í skipanini. Men um framvegis einki hendir, so haldi eg, tað er í lagi, at tey fara út og siga tað alment, sigur Sólja í Ólavsstovu. Í Svøríki halda tey, at innlit og opinleiki telur meira enn loyalitetsskyldan móti arbeiðsgevaranum. Har kunnu stovnsleiðarar revsast, um teir royna at finna fram til, hvør hevur likið upplýsingar til fjølmiðlarnar. Men eina tílíka lóg eru vit ikki búgvin til í Føroyum, heldur Sólja í Ólavsstovu. Fyrisiting í Føroyum er ung, og vit mugu fáa eina hugburðsbroyting, so hon fer at virka fyri størri opinleika í staðin fyri at royna at avmarka innlitið hjá almenninginum, áðrenn vit kunnu fara at hugsa um at seta nýggjar skipanir í verk. At koma við einum uppskoti um at avmarka innlitið hevð ikki verið væl móttikið í okkara grannalondum. Tað vísir, at okkara fyrisiting ikki er búgvin til nýggj tiltøk, ið skulu gera hana meira opna, sigur Sólja í Ólavsstovu. Hon heldur heldur ikki, at tað í øllum førum er rætt at verja almenn starvsfólk, ið leka upplýsingar til fjølmiðlar. Um tað eru sannir upplýsingar, ið tey leka, so kann tað vera í lagi. Men ofta er tað ein subjektiv fatan hjá fólki, ið liggur aftanfyri, og tey kunnu eisini hava onnur motivir, til dømis at tey hava okkurt at hevna. Í tílíkum førum er ikki rætt at verja tann, ið lekur, sigur hon. Í Íslandi verður arbeitt við at broyta umboðsmannalógina, soleiðis at almenn starvsfólk kunnu venda sær til Umboðsmannin, um tey hava vitan um óreglusemi á arbeiðsplássinum. Umboðsmaðurin kannar síðani, um nakað er í málinum, og er einki í tí, verður ikki farið víðari við tí. Eina tílíka skipan kundu vit umhugsað at havt í Føroyum. Umboðsmaðurin hevur tagnarskyldu og kann verja starvsfólk, ið vendir sær til Umboðsmannin við upplýsingum um, at onkur hevur gjørt okkurt ólógligt. Samstundis ber til at tryggja, at fólk ikki verða hongd út alment uttan, at ákærurnar eru sannar, sigur Sólja í Ólavstovu. Skattið vinning og arv heldur enn lønir Tey ríku gerast ríkari, og munurin millum rík og fátæk verður størri. Tað hevur verið gongdin í vesturheiminum seinastu tjúgu árini. Robert Wade, professari á London School of Economics, ávarar um, at tey ríku fáa alsamt størri ávirkan á politisku avgerðirnar, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar ikki bert fyri fólkaræðið, men eisini fyri vælferðina og heilsuna hjá fólki. Tey, ið sleppa at brúka tilfeingið, hava møguleika fyri at fáa ógvuliga høgar inntøkur, og við tí fylgir eisini møguleikin at ávirka politikkin í landinum. Politiski tvídrátturin í einum landi, sum útflytir rávøru, stendur millum útflytararnar og hini, sum búgva í landinum. Útflytararnir vilja hava ongan ella ógvuliga lágan skatt og helst eisini almennan stuðul og aðrar fyrimunir, og teir vilja hava frían handil við onnur lond, so teir kunnu keypa útgerð og annað á heimsmarknaðinum fyri lægst møguligan prís. Trupulleikin við tí politiska stýrinum, sum útflytararnir vilja hava, er, at tað ikki skapar nógv arbeiðspláss í landinum. Útflutningsvinnan krevur kapital og framkomin framleiðslutól, men hon skapar ikki nógv arbeiðspláss. Í londum, sum liva av at útflyta rávøru, arbeiða bert fá fólk beinleiðis í útflutningsvinnuni. Øll hini í samfelagnum skulu hava okkurt annað at liva av, og tað fáa tey bert, um ein partur av vinninginum verður tikin frá útflytarunum og leiddur yvir í annað virksemi, millum annað hjá tí almenna. Men tað vilja útflytararnir sjálvandi gera alt fyri at ávirka politikararnar til ikki at gera, sigur Robert Wade. Hóttan móti fólkaræðinum Í flestu londum í vesturheiminum er tað ein vaksandi trupulleiki, at ríkfólk beinleiðis fíggja valstríðið hjá politiskum flokkum og einstøkum politikarum. Avleiðingarnar av hesum eru týðiligast í USA, har eingin almennur stuðul verður latin til politiska upplýsing ella politiskar sendingar í fjølmiðlunum. Í USA eru tað fíggjarligi stuðulin frá privatum og ikki veljarin, ið ger av, hvør verður valdur. Ein politikari, ið ongan ríkan stuðulsveitara hevur, hevur ongan møguleika at verða valdur. Og stuðulsveitarin krevur sjálvandi nakað afturfyri, um hann skal stuðla einum politikara. Í londum, sum lata stuðul til politiska upplýsing, er valluttøkan munandi hægri, og í teimum londunum eru eisini munandi betri vælferðartænastur sum almennir útbúgvingarstovnar, heilsuskipanir og arbeiðsloysisstuðul. Politikararnir í hesum londum noyðast ikki í sama mun at hjúkla um ríkar stuðulsveitarar, tá teir til dømis skulu gera av, hvør skal hava rættin at nýta tilfeingið í landinum, sigur Robert Wade. Hann heldur tað vera eina hóttan móti fólkaræðinum, at tey ríku hava fingið so stórt vald á politikarunum í fleiri londum í vesturheiminum. Politikararnir verða noyddir at gera, sum tey ríku siga, eftir at teir eru valdir, tí annars missa teir stuðulin og verða ikki valdir aftur. Sostatt verðar tað ikki longur veljararnir, men tey ríku, sum gera av, hvør politikkur verður førdur, sigur Robert Wade. Sosialir trupulleikar vaksa Tey ríku hava heilt onnur áhugamál enn øll hini í samfelagnum, og tí kann tað fáa álvarsligar fylgjur fyri fjøldina, um tey ríku sleppa at stýra politikkinum, heldur Robert Wade. Í USA síggja vit, at tá tey ríku hava onnur áhugamál enn fjøldin, so eru tað altíð áhugamálini hjá teimum ríku, ið síggjast aftur í førda politikkinum. Tey ríku vilja gjalda so lítlan skatt sum gjørligt, og tá javnvág skal fáast á fíggjarlógini, vilja tey skerja játtanir til vælferðartænastur. Hetta rákið, ið gagnar teimum ríku og skaðar vanligu løntakarunum, sæst ikki bert í USA, men í nógvum londum í vesturheiminum í dag, sigur hann. Fleiri kanningar vísa, at sosialir trupulleikar og vánalig heilsustøða eru munandi meira útbreidd í londum, har stórur fíggjarligur ójavni er millum fólk. Í Norðurlondum er munurin millum rík og fátæk minni enn í hinum OECD-londunum, og her eru sosialu trupulleikarnir eisini nógv minni álvarsligir, og heilsan hjá fólki er betri. Ein kanning vísir, at fólk í londum, har lítil munur er á inntøkuni, eru hægri enn fólk í londum við stórum fíggjarligum ójavna. Hetta er eitt ógvuliga ítøkiligt og sannførandi dømi um, hvussu stóra ávirkan fíggjarligur ójavni hevur á eitt samfelag. Helst er tað heilsugóður matur í barnaárunum, ið er orsøkin til, at fólk verða hægri í londum við javnari inntøku. Í londum sum USA, har fíggjarligi ójavnin er stórur, fáa nógv børn vánaligan mat, og tí vaksa tey ikki so nógv, sum tey annars høvdu gjørt, sigur hann. Kanningar í USA vísa eisini, at neyvt samband er millum fíggjarligan ójavna og sosialar og heilsuligar trupulleikar. Í teimum statunum, har munurin á inntøkuni hjá fólki er minni enn aðrastaðni, liva fólk longri, færri fólk hava misbrúkstrupulleikar, og færri tannáringar gerast við barn. Avleiðingarnar av fíggjarliga ójavnanum raka ikki bert tey fátæku, men øll í samfelagnum. Sambært granskarunum, ið hava gjørt kanningina, er orsøkin, at bæði høg og lág í einum samfelag við stórum ójavna eru ógvuliga tilvitað um, hvar á stiganum tey eru. Tað elvir til eitt serligt slag av strongd, tí fólk, ið eru á ymiskum samfelagsstigi, hava minni álit á hvørjum øðrum. Hetta er ein áhugaverd niðurstøða, sum ein kann vera samdur ella ósamdur í. Men tað er í øllum føri greitt, at fíggjarligur ójavni hevur stórar avleiðingar fyri sosialu støðuna og heilsuna hjá fólki, sigur Robert Wade. Skatta vinning og ognir Nógvar orsøkir eru sostatt til at minka Vandi er fyri, at tilfeingisgjaldið verður ógvuliga lágt, tí fiskimálaráðharrin verður ávirkaður av stóru reiðarunum. Búskaparliga er tað ein betri loysn at hava okkurt slag av uppboðssølu, har fólk kunnu bjóða uppá rættin at fiska. Tað, ið fyrst og fremst eigur at verða gjørt, er at leggja nógv hægri skatt á vinning og ognir. Kapitalvinningur eigur at vera skattaður við sama prosentsatsi sum lønarinntøka, og arvaavgjaldið eigur at verða munandi hægri enn í dag, heldur Robert Wade. Eisini hevur tað týdning, at tað almenna tekur gjald fyri rættin at gagnnýta náttúrutilfeingi og aðrar almennar ognir og skipanir. Lond, sum í stóran mun liva av at útflyta náttúrutilfeingi, eiga ikki at lata nøkur fá sleppa at gagnnýta náttúrutilfeingið uttan at geva samfelagnum nakað afturfyri, sigur hann. Hann ivast tó í, um tað er rætt, at fiskimálaráðharrin ásetir tilfeingisgjaldið. Vandi er fyri, at tilfeingisgjaldið verður ógvuliga lágt, tí fiskimálaráðharrin verður ávirkaður av stóru reiðarunum. Búskaparliga er tað ein betri loysn at hava okkurt slag av uppboðssølu, har fólk kunnu bjóða uppá rættin at fiska. Tað gevur landskassanum hægri inntøkur og er munandi meira rættvíst enn at geva nøkrum fáum rættin til at fiska, sigur hann. Pengarnir hvørva Tey ríku vinnulívsfólkini ávara javnan um, at tað fer at skaða búskapin í landinum, um hægri skattur verður lagdur á vinnuna. Men slíkum hóttanum eiga politikarar ikki at lurta eftir, tí tey ríkastu leggja ofta ikki nógv eftir seg í landinum, vil Robert Wade vera við. Ein stórur partur av tí, tey forvinna, fer til íløgur ella forbrúk í øðrum londum heldur enn til íløgur í heimlandinum, sum kunnu skapa nýggj arbeiðspláss. Tí eigur landið ikki bert at krevja eitt gjald frá teimum, ið fáa atgongd til almenna tilfeingið, men eisini at áleggja teimum eina skyldu til at gera nýggjar íløgur í heimlandinum, so pengarnir, ið tey forvinna av at gagnnýta tilfeingið, ikki hvørva úr landinum, sigur hann. Politikarar eiga heldur ikki at bakka fyri hóttanum frá fólki, ið hava stórar inntøkur, um at flyta virksemið til onnur lond, har skatturin er lægri, heldur Robert Wade. Fyritøkur eru nógv tyngri at flyta, enn eigararnir vilja vera við. Í London hoyra vit í heilum frá vinnulívsfólki, at tey fara at flyta sítt virksemi til Hong Kong ella Dubai, um tey missa burturav sínum ágóðum. Men tey ríku fólkini, sum senda børn síni í fínar enskar skúlar og búgva í marglætishúsum, fara ongan veg. Tað ber til at taka ein stóran part av teirra ágóðum burtur, uttan at tey rýma, sigur hann. Mótstríðandi kenslur Í einum lítlum samfelagi sum Føroyum verður tað lættliga sera sjónligt, um nøkur fá eru nógv ríkari enn hini. Tað kann bæði vera ein fyrimunur og ein vansi. Á ein hátt er tað lættari at góðtaka, at nøkur eiga meira enn onnur, tí fólk kenna hvønn annan. Men hinvegin sæst tað eisini væl, tá nøkur koyra runt í dýrum bilum og byggja sær marglætishús, sum onnur ikki kunnu loyva sær at droyma um, og tað kann fáa fólk at ilskast. Í teimum villu árunum í Íslandi legði eg til merkis, at fólk høvdu ógvuliga mótstríðandi kenslur mótvegis teimum sonevndu nýggju víkingunum, ið lendu inni í Reykjavík við sínum privatu jetflogførum. Fólk kundu vera ill um larmin frá flogførunum hjá hesum monnum, ið hildu seg hava loyvi til at gera júst, sum teimum lysti. Men samstundis vóru tey hugtikin av hesum monnunum, ið høvdu víst verðini, at eisini íslendingar kundu hava privat jetflogfør, sigur Robert Wade. Eitt átak fyri fólkavøkstri Aðalmál okkara er at vinnan fær góða og kvalifiseraða arbeiðsmegi, og tí er heilt natúrligt at vit gera okkara part í strembanini at fáa fólkvøkstur í Føroyum. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum saman við Kommmusamskipan Føroya og eini røð av føroyskum fyritøkum hava tikið stig til átakið Vit velja Føroyar. Endamálið er at skapa ein meira jaligan hugburð til Føroyar og føroyska arbeiðsmarknaðin og møguleikarnar her á landi. Fólkatalið í Føroyum er í minking. Burðartíttleikin er nógv minkaður. Aldurs- og kynsbýtið í samfelagnum er skeiklað. Fráflytingin og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag. Vit hava hoyrt hetta áður, og mong hava staðfest hesa sera óhepnu gongd. Til tess at varpa ljós á trupulleikin og finna loysnir, gjørdi ein arbeiðsbólkur eina heildarætlan fyri landsstýrið. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at samlaðu átøkini sum skuldu til, fóru at kosta einar 700 milliónir, og kundu gerast yvir eitt sjey ára tíðarskeið. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at heildarætlanin kann gerast eitt gott amboð. Sjálvandi er týdningarmikið at átøk verða sett í verk, men tað hevur eisini sín týdning, at ljós verður varpað á ein tílíkan trupulleika, sum kann elva til, at fólk og felagsskapir átaka sær onkur átøk. Hon sigur, at heildarætlanin eisini vísir á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur at átaka sær part av hesum arbeiði. Og tað er heldur ikki annað enn natúrligt, heldur stjórin í Vinnuhúsinum, sum hevur sett tvey ítøkilig átøk í verk. Ov neilig umtala Serliga orsøkin til at vit valdu at fara undir átakið Vit velja Føroyar var, at vit merktu ein sera negativan retorikk um tað føroyska samfelagið. Vit vóru nøkur sum settu okkum saman fyri at seta orð á trupulleikan. Í eini masteruppgávu nam Eydna Skaale millum annað við retorikkin í Føroyum. Eydna kom eftir, at føroyingar ofta koma til ta niðurstøðu, at er ikki alt eftir vild, so sigur ein seg vilja flyta av landinum, heldur enn at gera nakað við tað. Hetta er ókent aðrastaðni, sigur Marita Rasmussen sum, saman við øðrum, kom til eina meira jaliga niðurstøðu, at í Føroyum er mangt gott, sum ikki er at finna aðrastaðni, og at vit heldur áttu at varpa ljós á hetta jaliga vit hava. Føroyingar flytførir Stefan í Skorini, ráðgevi í Vinnuhúsinum, sum hevur arbeitt við átøkunum hjá Vinnuhúsinum, ásannar, at kappingin við okkara grannalond er stór. Hesi eru lond, sum eru sera væl fyri á mangan hátt, ikki minst tá ræður um sosial viðurskifti. Harafturat eru føroyingar ógvuliga flytførir, og hava virkað nógv uttanlands, bæði til skips og á landi. At kappast við hesi lond í øllum høpi er rættiliga vónleyst, eru Stefan og Marita samd um, men vit hava so mangt annað sum kann draga. Vakra og stórsligna náttúru og sterk familjubond, sum eru sera virðismikil. Og vit koma hvørjum øðrum við á heilt annan hátt enn fólk aðrastaðni í størri londum. Børnini kunnu spæla trygt og frítt úti á stórum øki, og vit hava lítlan kriminalitet. Barnagarðspláss nøkta tørvin og eru bíligari her, og í mongum førum betri, enn aðrstaðni. Eisini nærleikin til tey sum taka avgerðir eigur at telja við á jaligu síðuni. Ongastaðni sum her kunnu fólk koma beint av skúlabeinki í til dømis eitt stjórnarráð, og eftir fáum árum sita við stórari ábyrgd. Vegurin er stuttur, og tú fær nógvar ymiskar og krevjandi uppgávur, vísa tey bæði á. Vísa á tað jaliga. Neiligi hugburðurin og umtalan hava sera óhepnar fylgjur og eru ivaleyst atvoldin til, at tilflytingin til Føroya er avmarkað. Spurningurin er so, hvussu vend kann koma í. Tað kann átakið Vit velja Føroyar hjá Vinnuhúsinum gera sítt til, halda Marita Rasmussen og Stefan í Skorini. Verkætlanin snýr seg um at kunna um tey góðu tingini. Ikki uppreklamera men siga støðuna sum hon er. At fáa nøkur ungfólk, sum hava valt at búgva í Føroyum, uttan mun til um tey altíð hava gjørt tað ella eru flutt heimaftur, at siga sína søgu. Endamálið við átakinum er at venda neiliga hugburðinum hjá føroyingum um Føroyar. Annað átak hjá Vinnuhúsinum er heimasíðan Um endamálið verður sagt, at endamálið við heimasíðuni er at skapa samband millum føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands. Partvíst við geva fólki undir útbúgving møguleika at skriva smærri ella størri uppgávur um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri føroyskar fyritøkur. Og partvíst við at bjóða fram eina mentorskipan, har lesandi kunnu søkja um at fáa ein mentor, sum kann vegleiða tey ungu í mun til útbúgving og karrieru innan privata vinnulívið. Endamálið er, at bæði fyritøkur og lesandi kunnu fáa nakað burturúr einum slíkum samstarvi. Fyritøkurnar kunnu fáa gjørt kanningar av týdningi fyri fyritøkuna, og koma í samband við lesandi, sum seinni kunnu vera umsøkjarar til størv í fyritøkuni. Tey lesandi fáa møguleika at arbeiða við uppgávum, sum hava praktiskan týdning, og fáa kunnleika til føroyskar fyritøkur og føroyskt vinnnulív. Tey í Vinnuhúsinum lata væl at undirtøkuni, sum heimasíðan hevur fingið síðani byrjan í fjør summar. Men ongantíð betri um enn fleiri gjørdu nýtslu av hesum møguleika, halda tey. Fleiri útbúgvingar í Føroyum Marita Rasmussen er ikki í iva um hvat fyrst og fremst eigur at verða gjørt fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum. Enn fleiri útbúgvingar her í landinum. Sjálvandi megna vit ongantíð at bjóða fólki útbúgvingar av einhvørjum slag, men vit eiga at snikka útbúgvingarnar soleiðis saman, at fólk fáa møguleika at byrja útbúgvingina í Føroyum, taka aðrar partar aðrastaðni, og ongantíð betur at enda útbúgvingina her aftur, sigur Marita sum vísir á, at íslendingar bjóða sera nógvar bachelorútbúgvingar. Hetta ger at ungfólk støðast heima til tey eru meira búgvin. Tey skapa sær sambond heima, áðrenn tey fara av landinum til framhaldandi útbúgving. Og eftir tað koma mong heimaftur. Tað vísir seg, at fólk eftir lokna útbúgving uttanlands vilja treyðugt koma heim aftur uttan so at tey hava eitt starv at koma til. Í Danmark hava lesandi møguleika at fáa arbeiðsloysisstuðul eina tíð eftir útbúgving, meðan tey leita sær eftir einum arbeiði, men hesir møguleikar eru ikki í Føroyum, og tað heldur stjórin í Vinnuhúsinum at nakað má gerast við. Ein stórur trupulleiki hjá mongum, serliga hjá teimum sum eru lesandi í Føroyum, hevur verið og er framvegis, at tey hava ov lítlar møguleikar at fáa hóskandi stað at búgva. Bústaðir eru nú farin undir at útvega fólki aðrar bústaðarloysnir. Lestraríbúðir er partur av ætlanunum, og tað fegnast stjórin í Vinnuhúsinum um, tí tað fer at gera samfelagið meira áhugavert fyri fólk at verða lesandi í Føroyum. Við átøkunum hjá Vinnuhúsinum vónar Marita Rasmussen, at vinnan kann gera sítt til at tryggja Føroyum góða og kvalifiseraða arbeiðsmegi, halda lív í orðaskiftinum um hetta týdningarmikla mál, og heitir á landsstýrið um at raðfesta og seta í verk tiltøkini í heildarætlanini um fólkavøkstur og tilflyting. Avtakið Starvsmannafelagið Í einum fríum landi skal eingin hava arbeiðsloysisstuðul ella aðrar almennar veitingar. Sosial dumping skal skapa vøkstur og menning. Og tá starvsfólk eru fræls, er einki. Á aðalfundi Starvsmannafelagsins, 8. mars, tendraði forkvinnan teir vitar, sum hon heldur, at Føroyar skulu stýra eftir. Frágreiðing hennara varð prentað í síðsta Starvsblaði. Og hon er skelkandi. Antidemokratisk, totaliter kommunistisk hugsan spríkir úr hvørjum setningi. Eg kann í hesi klummu ikki taka alt fram, og fari tí bert at siga eitt sindur um ALS. Forkvinnan tosaði nógv um ALS. Hon umrøddi eisini gøluna við fyrrverandi stjóranum, og segði so, at slíkt má ikki endurtaka seg. Tó fekk málið í hvussu er ta positivu avleiðing, at tá tað aftur bleiv søkt eftir stjóra, bleiv lønin endurskoðað og eisini lækkað. Men hvat var tað, sum fráfararingargølan vísti? Hon vísti, at skipanin er rotin. Hon var eitt krystallklárt dømi um, at tá vit tvinga fólk at rinda til nakað, sum tey als ikki hava biðið um, so endar galið. Hon vísti, at tá vit seta onkran, sum einki virði skapar sjálvur, til at umsita teir pengar, sum vit við makt taka frá teimum, sum í sveitta andlits síns skapa virðini, so kennir viðkomandi onga ábyrgd. Hann hevur ikki knossað fyri pengarnar. Og tí heldur hann seg kunna gera við teir, sum hann vil. Hvat tá? Gølan var eitt gylt høvi til at steðga á, hugsa seg um, og síðani taka einasta skilagóðu og sunnu avgerð, sum kundi verið tikin. At avtaka ALS. Í staðin varð nýggjur stjóri settur, og skipanin heldur fram. Tað er tann stóra gølan Oyðileggur fólk og samfelag Tí um vit, uttan at hava sosialistiskar brillur á nøsini, hyggja edrúiliga at skipanini, so korrumperar hon ikki bara tey, sum umsita hana. Hon køvir eisini arbeiðshugin hjá teimum, sum verða tvingað at rinda til hana. Tí hvussu hugaligt er tað at fara til arbeiðis, tá tú veitst at onkur annar fer at stinga sínar grammu fingrar niður í tínar lummar at taka tað, tú hevur forvunnið? Við at stuðla hesi skipan háðar Starvsmannafelagið sínar egnu limir, og ger teir til ómyndingar. Tí tann implisitti boðskapurin til limirnar frá Selmu & Co. er greiður. Tit hava forvunnið pengarnar, men vit taka okkum rættin at brúka teir, tí vit vita betri enn tit, hvat teir skulu brúkast til. Sjálvandi er hetta køvandi fyri búskaparligu menningina í landinum. ALS ger eisini tey, sum fáa úr skipanini, til neyðarsligar taparar, nassarar og offur. Hon sáar ein mentalitet í hesum parti av fólkinum, sum oyðileggur tey innanífrá við at venda teirra eygum frá tí, tey kunnu skapa og ímóti tí, tey kunnu krevja. Eisini tað ger sjálvsagt búskapin minni og veikari, enn hann kundi verið. Men ALS, eins og allar aðrar sosialar skipanir, eitrar eisini moralin hjá teimum, sum fíggjarliga sita á samfelagsins ovastu rókum. Tí hvat hugsa hesi fólk, tá tey síggja ein, sum tørvar hjálp ella stuðul? Hasum má eg rætta eina hond? Ella hetta. Hasum má eg lata eitt oyra? Nei, teirra uppaling í sosialdemokratiska vælferðarsamfelagnum hevur lært tey, at tey ikki skulu venda eygunum inneftir, men úteftir. At tey ikki skulu spyrja hvat eg kann gera, men hvat myndugleikarnir kunnu gera. Fakfeløgini. Politikararnir. Systemið. Sosialisman, sum millum annað verður realiserað gjøgnum ALS, hevur drenað alla persónliga ábyrgdarkenslu úr fólki. Tí oyðileggur hon ikki bara tey minni mentu, men eisini øll onnur. Tað er ikki synd í nøkrum Ofta verður spurt, um tað ikki er synd í teimum, sum ikki hava starv ella eru illa fyri á annan hátt. Men tað er ein skeivur spurningur. Tað er ikki upp til samfelagið at taka synd í nøkrum. Samfelagið, altso systemið, hevur ongan moral, og skal ikki og kann ikki hava nakran moral. Tað skal veita borgarunum trygd móti ágangi og verja teirra ognarrætt, men tað skal pínadoyð ikki taka synd í teimum. Myndugleikarnir skulu ikki hava púra fría atgongd til lummarnar hjá fólki. Tí kann heldur eingin krevja pengar frá myndugleikunum. Moralur er góður, men hann hoyrir tí einstaka til. Og um tú heldur tað vera synd í teimum arbeiðsleysu, teimum sjúku ella veiku, so er eitt at gera. Hjálp teimum. Fylg tínari samvitsku. Kenslan er tín - ábyrgdin er tín. Lummar av frælsari hugsan Tað finnast tíbetur nakrir lummar í føroyska samfelagnum, har persónlig ábyrgd framvegis anir. Herbergið livir av sjálvbodnum gávum. Krabbameinsfelagið tað sama. Ítróttarfeløg og samkomur. Í sambandi við jarðarferðir verður eisini ofta savnað inn til endamál, sum tann deyði vildi stuðla. Hetta vísir, at sosialisman ikki hevur køvt ta seinastu glóðina av persónligari ábyrgd. Men skal glóðin mennast til ein veruligan eld, so má tvingsilin burtur. Skattur og avgjøld, sum bæði skapa og legitimera formyndaraskapin, mugu í botn. Fólk mugu sjálv sleppa at ráða yvir sínum pengum, og fáa fulla ábyrgd av, hvat teir skulu brúkast til. Tá verður ikki neyðugt hjá alment settum kveikjarum hjá ALS at aktivera arbeiðsleys við at fáa tey at planta jarðber fyri einki. Nei, tá taka tey sjálv initiativ til tað. Og er lønin lág, ja, so er hon lág! At hava ásetingar sum siga hvussu høg lønin skal vera, forðar fyri, at fólk kunnu byrja eina vinnu, bíta seg føst á marknaðinum, og síðani lata lønina hækka. Tað er betri at byrja við lágari løn enn slett ikki at byrja. Og tað er betri at geva arbeiðsleysum nakrar fáar krónur fyri at dyrka jarðber, enn einki at geva teimum, og í staðin løna einum almennum kveikjara fyri at hjálpa teimum. Sosial dumping er eitt nýtt sosialistiskt rakstrarróp. Men sosial dumping er bara eitt annað orð fyri kapping. Og at forða fríari kapping er at forða menning Eitrið kemur úr ST Sum so nógv onnur sosialistisk formyndarahugsan er upprunin til arbeiðloysisstuðul helst tey mannarættindi, sum ST samtykti í 1948. Har stendur, at øll hava rætt til arbeiði. Tað er lætt og púra óforpliktandi at siga. Men hvør skal tryggja teimum rættin? Tað ber jú ikki til at áleggja einum borgara at geva einum øðrum borgara starv. Tí endar uppgávan hjá tí almenna. Men tað almenna skapar einki. So er eitt at gera. At taka pengar, altso skatt frá teimum sum skapa, og so gera almenn størv til tey, sum halda seg hava krav uppá tað. Men sjálvt almenn størv kunnu til endan blíva so meiningsleys, at tað ikki ber til at seta fleiri fólk. Hvat ger mann so við tey, hvørs krav um starv ikki verður eftirlíkað? Jú, mann gevur teimum kompensatión fyri at hava brotið teirra rættindi. Arbeiðsloysisstuðul. Hetta er tann ideologiski upprunin til ALS. Talan er um eina heimsumfatandi sosiala og politiska sjúku. Vit kunnu ikki basa henni, men vit kunnu grøða ein av sjúklingunum. Føroyar. Vit kundu sum eina byrjan avtikið bæði ALS og kollektivar lønarsamráðingar. Tá kundi Starvsmannafelagið sjálvsagt eisini verið avtikið. Náttúrulív og samanhald Tað eru berandi dygdirnar í at kampa sigur Sofus Hansen, sum, saman við konuni Ann, gleðir seg til nógvar spennandi og stuttligar túrar við kampingvogninum, sum tey í fjør keyptu sær. Eftir at hava hoyrt so mangar søgur um hvussu spennandi og stuttligt fólk hava tað at ferðast við kampingvogni, fingu vit brell, og vildu royna tað sama, og fóru at skimast eftir einum hóskandi vogni. Tað eydnaðist, og í fjør keyptu vit fyri 45.000 krónur ein brúktan vogn, ið var í sera góðum standi, greiðir Sofus Hansen frá. Tað angrar hann ikki, tí longu nú hava hann og konan, Ann, ferðast dúgliga kring landið, og havt stóra gleði av hesum nýggja frítíðar- og ferðamøguleikanum. Tey lata væl at teimum kampingplássum, sum tey higartil hava vitjað, og ikki minst eru tey fegin um vitjanina á Summarfestivalinum í Klaksvík. So hvørt sum alt fleiri fólk hava ognað sær kampingvogn, eru eisini kampingumstøðurnar í Føroyum vorðnar rættiliga góðar. Tað kunnu eisini Ann og Sofus váttað. Tað tykist sum tey ymisku økini í landinum kappast um at gera best møguligar umstøður fyri kampingfólk. Alt fleiri kampingpláss verða skipað kring landið, og fleiri teirra við øllum ynskjandi hentleikum. Eitt nú er nýtt kampingpláss skipað við Gjógv, har vit hava ætlanir um at vera í sambandi við útoyggjastevnuna. Somuleiðis er eitt upplagt høvi at vera við á countryfestivalinum í Sørvági í summar, og sjálvsagt eisini á summarfestivalinum, greiða tey bæði frá. At luttaka í tílíkum tiltøkum, saman við so mongum øðrum, heldur Sofus vera nakað heilt serligt. Í samband við fleiri kampingpláss eru felagshøli, har fólk kunnu hugna sær, og mangan gongur dansurin so lystiliga til tónleikin frá teimum, sum hava harmonikuna við sær, og dúgliga verður sungið úr serliga sangheftinum, sum kampingfelagið hevur gjørt. Tá tú gongur millum vognarnar á hesum passaliga trongliga økinum, hittir tú mong. Tú kemur at kenna fólk úr øllum ættum, ung sum eldri, sum tú ongantíð hevur hitt áður. Dúgliga verður prátað um mangt og hvat, og viðhvørt ikki sørt reypa av turra kjøtinum og tvøstinum, sum fólk hava í viðførinum. Veðrið má sær ráða, og uttan mun til hvussu tað skikkar sær, er tað eingin forðing. Tað er bara at lata seg í eftir umstøðunum. Væl ber til at húsast í vogninum ella undir tjaldinum, sum er spent upp á vognin. Hetta er ein heilt serligur stemningur, so eg skilji væl fólk, sum fyrst hava roynt hetta, verða heilt bitin av tí, sigur Sofus. Sofus heldur, at fólk, sum ganga í tonkum at keypa sær ein kampingvogn, eiga at byrja við at keypa ein brúktan, eins og tey sjálvi gjørdu, so tey síggja um hetta er nakað fyri tey. Er vognurin fyrst keyptur, eru ikki tær stóru útreiðslurnar. Burtursæð frá trygging, sum er sjálvboðin, eru ikki tær mongu útreiðslurnar og vegskattur er eingin. Eitt sindur av gassi til hita og matgerð. At fáa pláss á einum skipaðum kampingplássi kostar millum 100 og 150 krónur um samdøgrið, men skalt tú luttaka í festivali, er prísurin sum vera man, ein annar. Kampingvognarnir eru vanliga parkeraðir fyri veturin, men við tí er ikki sagt, at kampingfelagið liggur lamið, tí eina ferð um mánaðin skipar felagið fyri onkrum tiltaki í skótahúsinum í Kollafirði, har tey millum annað leggja ætlanir fyri summarið. Enn hava Ann og Sofus ikki verið uttanlands við vogninum, men tað verður helst í summar, og tá gongur leiðin til Íslands. Tað er so ómakaleyst heldur Sofus. Vit eru eins og snigilin. Vit hava húsið við okkum, og har er alt sum okkum tørvar. Góð koyggju- og skápspláss, vatn, kuldaskáp, komfýrur, wc og annars allir aðrir hentleikar. Hetta er av sonnum frítíðarlív, eru Ann og Sofus samd um. Kroyst starvsfólk So hvørt sum tølini frá greiningini av kanningini komu upp á veggin, bleiv tað meira og meira sjónligt, at hetta vóru ræðandi og kanska eisini skelkandi tøl, sum vit vóru vitni til henda dag. Strongdarkanningin gevur okkum eina sterka ábending um, at støðan viðvíkjandi strongd er ikki mætari í Føroyum enn í Danmark. Tí fari eg at loyva mær at vísa á tøl úr Danmark. Siga vit at lutfallið millum Føroyar og Danmark er eitt til hundrað, og umroknað vit tey donsku tølini til føroysk tøl, so kunnu vit vísa á, at 35.000 danir eru sjúkrameldaðir hvønn dag vegna strongd. Hetta svarar til at 350 føroyingar eru sjúkrameldaðir hvønn dag. 1400 danir doyggja av strongd um árið. Hetta svarar til at 14 føroyingar doyggja hvørt ár av strongd. Strongd kostar danska samfelagnum 14 milliardir krónur um árið vegna sjúkrafráveru, at fólk doyggja ov tíðliga og í útreiðslum til heilsuverkið. Hetta svarar til eina meirútreiðslu upp á 140 milliónir krónur fyri føroyska landskassan. Alt hetta er nakað, ið vit her og nú kunnu gera nakað við. Vit sleppa neyvan heilt undan strongd, men við tøttum samstarvi millum myndugleikar, heilsuverkið, arbeiðsgevarar, starvsfólk og fakfeløg ber heilt víst til at minka um strongd, sum kanningar annars siga fer at verða mest vanliga fólkasjúkan. Nýggj kanning í ES londunum vísir, at í ár 2020 er mest vanliga fólkasjúkan strongd. Men hví man støðan verða so vánalig sum kanningin vísir? Eitt av mínum boðum er, at fólk í almennum starvi dagliga eru útsett fyri hóttanum um uppsøgn. Tað er eftirhondini gerandisdagur, at politiska skip anin hóttir við sparingum, samanleggingum, rationaliseringum og sonevndum effektiviseringum. Samstundis sum starvsfólkatalið bara minkar, skulu tey, ið eftir sita og røkja tað starvið, tey frammanundan eru sett til, eisini taka tær uppgávurnar, sum tey uppsøgdu høvdu, pluss tað, at alt skal ganga nógv skjótari, altso tað sokallaða meira fyri minni prinsippi. Hetta fær sjálvandi neiligar fylgjur fyri starvsfólkið. Eitt annað, sum sæst væl aftur her, er, at fólk verða ikki førleikament samsvarandi teimum uppgávur teimum verður álagt. Eingin far fullan ágóða av starvsfólkum um tey ikki verða skúlað til tær uppgávurnar tey nú skulu røkja. Starvsfólkið følir ofta, at orkan strekkir ikki til og tíðum stúra tey fyri hvat arbeiðsdagurin í dag, í morgin og næstu vikurnar fer at krevja av teimum. Kanningin vísir, at størstu orsøkirnar til strongd á arbeiðsplássinum eru ov stór arbeiðsbyrða, trupulleikar á arbeiðsplássinum og broytingar. Eitt annað, sum eisini er ræðandi at hoyra, er, at Arbeiðseftirlitið onga tilbúgving hevur tá tað ræður um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Har er ongin ætlan og ongin arbeiðsmegi, at taka sær av hesum álvarsmáli. Arbeiðseftirlitið er snøgt sagt ikki ført fyri at taka tey upp, sum liggja eftirá, tí sálarliga arbeiðsumhvørvi ikki er nøktandi. Fyri mær sær tað út sum um, at politiska skipanin ynskir alt eftirlit har piparið grør. Arbeiðseftirlitið sum stovnur var avtikið í 2011 og lagdur undir Heilsufrøðiligu Starvstovuna. Samgongan hevur eisini róð uppundir at skerja møguleikarnar fyri almennum innliti og almenna Kringvarpið er skorið inn á bein seinastu árini. Eftirlit í hesum høpi, er ikki av tí ringa. Vit mugu og skulu hava eitt eftirlit, sum verjir rættindini hjá borgarunum og gevur teimum innlit í hvat politiska skipanin ger, eitt eftirlit sum syrgir fyri, at borgarin er tryggjaður eina virðiliga framtíð. Nútíðar samfelagið er innrættað soleiðis, at tað verður væntað meira og meira av øllum. Øll skulu verða ON, øll skulu levera meira enn nakrantíð og tað skal altíð verða møguligt at fáa fatur á øllum alla tíðina, eisini eftir arbeiðstíð. Krøvini eru øgilig, men amboðini, sum skulu brúkast til at innføra tey ásettu krøvini, fylgja ikki við, tað ber ikki altíð til at útinna tað, ið væntað er av teimum. Mín áheitan er, at avvarðandi myndugleikar, politiska skipanin, stjórar, leiðarar og tey ið annars vara av starvsfólkum og arbeiðsplássi teirra, taka hesa kanningina í størsta álvara og hyggja nærri eftir hvussu og hvat tit kunnu gera fyri at fáa mest burturúr starvsfólkunum, samstundis sum trivnaður og sálarliga arbeiðsumhvørvið verða sett í hásætið. Tað skal ikki standa á hjá Starvsmannafelagnum at verða við til at virka fyri einum betri arbeiðsumhvørvi. Í veruleikanum snýr tað heila seg um mannalagnur. Um tað at hava eitt virðiligt lív og at fáa arbeiðslív, familjulív og frítíðarlív at passa saman og ganga í harmoni við hvørt annað. Loðsaði oljuboripallin í havn Ivaleyst man hann vera best kendur frá politiska lívinum, sum hin bersøgni og viðhvørt rættiliga buldrasligi politikarin. Fyri trimum árum síðani gavst hann sum virkin politikari. Tá hevði hann eitt ár frammanundan tikið við starvinum sum havnarmeistari í Runavík. Hálvt starv, ella rættari hálv løn, hetta fyrsta árið, tá løgtingsstarvið ikki loyvir meira enn hálvum almennum starvi framíhjá. Hetta er eitt starv í tøttum samstarvi við skip og manningar, og kennist á mangan hátt sum at vera komin aftur til røturnar. Eitt slag av sosialum arvi, sum Tórbjørn sjálvur tekur til. Uppvaksin í einum maritimun umhvørvi, har bæði langabbin, abbin, pápin og hann sjálvur hava verið skiparar. Tórbjørn varð á fyrsta sinni valdur á ting í 1998. Hann hevur verið landsstýrismaður við mentamálum og fiskivinnumálum, og hevur somuleiðis havt sæti á fólkatingi í hálvtriðja ár. Á vári í 2010 lýsti Runa víkar kommuna eftir einum havnarmeistara. Ein lýsing, sum fangaði hansara áhuga. Hægstu nautisku útbúgving hevði Tórbjørn, sum eisini var eitt krav. Hann søkti og fekk starvið, sum hann nú stórtrívist í. Satt at siga var eg rættiliga troyttur av politikkinum, ella politiska arbeiðinum, og ynskti at koma aftur í mítt gamla umhvørvi. Hetta eydnaðist eisini við hesum starvinum, sigur Tórbjørn, sum metir starvið meira sum eitt vinnuligt, heldur enn kommunalt, starv, tí allir samstarvspartar í starvinum eru vinnuligir. Fríar hendur Í hesum starvi havi eg rættiliga fríar hendur. Havi bert nakrar yvirskipaðar ásetingar, men annars er mær rættiliga frítt fyri hvussu eg skipi mítt arbeiði, soleiðis at vit fáa frægast møguligan vøkstur í tann handil, sum eg eri leiðari av. Eg fati havnarskrivstovuna sum eitt vinnuvirki heldur enn ein almennan stovn. Ein rættiliga offensivur postur, sum havnarmeistarin tekur til. Og sigast má, at væl hevur vignast hesi fýra árini. Inntøkurnar eru hetta tíðarskeiðið øktar við áleið 250-300 prosentum, og væntast at koma upp móti 13-14 milliónum í 2014. Sjálvur heldur Tórbjørn høvuðsorsøkina vera, at teir hava verið nógv úti um seg og hava eitt avbera gott samskifti og samstarv við ymsu útgerðarfeløgini. Sjálvur heldur Tórbjørn, at hansara bakgrund í harða maritima umhvørvinum kemur honum væl við, tá hann skal samskifta við sínar samstarvspartar, har tingini verða søgd greitt og hart. Teir skilja mína sjargong munandi betri enn mong í politiska systeminum, leggur hann afturat við einum skálkabrosi. Nógv at loðsa Eftir at russiski trolarin Olshana, í dýrdarveðri í august mánað 2007, fór á land á Flesjunum og sakk, og ta oljudálking, sum stóðst av hesum, kom ferð á kjakið um at fáa skipaði loðsviðurskifti í Føroyum. Vinnumálaráðið gjørdi av, at gerast skuldi ein serlig føroysk lóg, sum hóskaði til okkara viðurskifti, heldur enn at kopiera eina danska. Tað heldur Tórbjørn, sum sjálvur var limur í einum sonevndum loðsbólki, vera skilagott, tí serliga tær størru havnarskrivstovurnar høvdu longu tá neyðuga førleikan at útinna loðstænastu. Lógargrundarlagið undir føroysku loðsviðurskiftunum og treytunum kom endaliga í gildi 1. januar í ár, og hetta hevur riggað væl, heldur hann. Í loðsbólkinum vóru teir eisini samdir um, at loðsarnir áttu at hava eina ástøðiliga útbúgving, og tí gjørdu Sjóvinnustýrið, Vinnumálaráðið og loðsbólkurin, í samstarvi við Vinnuháskúlan í Havn, av at skipa fyri einum loðsskúla har lært verður um øll lokal havnaviðurskifti og nýggju tólini, sum nú verða nýtt. Hetta var í fyrsta lagi fyri at fáa eitt sonevnt sertifikat, sum gevur tær loyvi til at loðsa til ta havn, har tú ert loðsur. Hetta verður nú víðkað soleiðis, at føroysku loðsarnir í løtuni verða frálærdir um sigling til og frá øllum havnum av týdningi, og ger hetta teir skikkaðar at loðsa ímillum havnir í Føroyum eisini. Hetta gevur útlendskum reiðaravirkjum eina betri tænastu. Eitt nú tangaskipum, sum koma til Føroya við olju og bensini, til tangarnar í Klaksvík, Søldarfirði, Tórshavn, Sørvági og á Tvøroyri. Burtursæð frá føroyskum útróðrarbátum, fiskiskipum og skipum annars undir 500 BT, hava øll skip skyldu til at nýta loðs sambært nýggju loðslógini. Tað eru tó tey undantøk, at hevur skipari verið í eini havn tríggjar ferðir og kann skjalprógva tað, kann hann fáa undantaksloyvi og sleppur undan loðsi. Hesum møguleikanum eru tað alt fleiri, sum taka av, bæði føroyingar og útlendingar. Tórbjørn Jacobsen sigur tó, at tað eru ikki allir skiparar, sum taka av hesum. Serliga størru russisku skipini vilja hava loðshjálp til at leggja at bryggju. Fleiri teirra eru eldri skip, ið sum oftast bara hava eina skrúvu við umkasti, og onga bógskrúvu. Fasta skrúvu, sum vanliga verður sagt. Skipararnir vilja í størri mun hava hjálp til mannereringina og kanska eisini til samskiftið við føroysku sleipibátarnar, tá lagt verður til bryggju. Í russiskari havn eru teir vanir við, at sleipibátar liggja fyri teimum og leggja teir at bryggju við egnari tóvmegi. Havnirnar væl fyri Havnarmeistarin í Runavík heldur, at føroysku havnirnar eru í dag væl fyri at veita loðstænastu. Lógargrundarlagið er sum tað skal vera, og tað fevnir eisini um sjálvan loðsbátin. Ikki minst tá tað snýr seg um trygd. Og tað er heldur ikki uttan orsøk, tí sambært heimshagtølum er loðsarbeiði eitt tað vandamiklasta sum er, greiðir Torbjørn frá. Loðsurin skal klúgva umborð á skip á opnum havi. Í hesum førinum úti ímillum Stong og Eystnes. Og ikki er veðrið altíð til vildar. Er veðrið so mikið vánaligt, at ikki er ráðiligt at fara umborð, har lógin og kunngerðin ásetur, hevur hann møguleika til at vegleiða skipið inn á slættari sjógv. Ein heilt serlig loðsing Sum hin fyrsti nakrantíð fall tað í lutin hjá Tórbirni at loðsa ein boripall inn í føroyska havn. Eitt mál, sum hevur verið leingi í umbúna, og sum kravdi nógvar og drúgvar fyrireikingar. Skipasmiðjan MEST, serliga Mouritz stjórin, og eg hava í mongum telefonsamrøðum, og tá vit annars hava hitst, havt á orði, um tað ikki bar til at fáa ein boripall inn higar á Skálafjørðin, og endiliga eydnaðist tað. Tað vóru fleiri sum vóru rættiliga ivasamir, ikki minst skiparin á boripallinum, sum kravdi allar hugsandi og óhugsandi upplýsingar áðrenn hann varð sannførdur um, at hetta fór at bera til. Eg skilji skiparan væl, tí har eru ómetaliga nógvir pengar upp á spæl. Vit høvdu tó allar upplýsingar tøkar. Serliga var Saltnesgrynnan stóri spurningurin, men bleiv kortini ikki nakar trupulleiki, sigur Tórbjørn og leggur afturat, at hetta var ein stórur dagur, tá West Hercules spakuliga smeyg sær inn á Skálafjørðin. Ikki yvir at dylja at hetta var ein heilt serlig loðsing og ein hending sum letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum, og eitt stórt skifti í mun til aðra vinnu vit hava, sigur Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavík. Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmann afelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 100 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 200 krónur um mánaðin. Teir limir sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina umframt. Hetta er eisini 150 krónur. Um tú ætlar at gerast hvílandi limur, og vil vita hvar hesi gjøld skulu flytast, so verður tú vinar liga biðin um at venda tær til felagið á telefon ella við at senda teldupost. Hugnakvøld í starvsmannafelagnum Starvsmannafelagið skipar fyri tí afturvendandi hugnakvøldinum fyri limum felagsins, í hølunum í J. H. Schrøtersgøtu 9, fríggjakvøldið tann 7. november. Har verður tann obligatoriska spurnakappingin. Eisini verður ábit og drekka at fáa. Felagssangur verður umframt okkurt tónleikainnslag. Tiltakið plagar at verða væl vitja. Hetta gevur starvsfólkum møguleika at hugna sær saman. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá nevnd og umsiting at heilsa uppá limirnar. Tað verður send innbjóðing út til limirnar umvegis álitisfólkini. Har verður upplýst nærri um skránna og tá ber til at tekna seg til ókeypis tiltakið. Nevnd og umsiting vitjaðu í Sandoynni Týsdagin 17. juni stóðu limir í Sandoynni fyri tørni at fáa vitjan av nevnd og umsiting felagsins. Vitjað hevur verið í fleiri økjum í landinum ta seinastu tíðina. Hetta er ein liður í at gera sambandið tættari millum lim og felagið. Eisini fyri at umsiting og nevnd kunnu seta seg inn í, hvat limirnir takast við í gerandisdegnum. Ferðalagið hevði deilt seg í tveir bólkar. Hetta fyri at náa at vitja so nógvar limir sum gjørligt. Ein bólkur vitjaði á Meginskúlanum, Rúsdrekkasøluna og hjá Skálavíkar kommunu. Hin bólkurin vitjaði Kunningarstovuna og Posta. Allastaðni blivu vit møtt við stórum blíðskapi. Tosað varð um teirra arbeiðsuppgávur og arbeiðsbýti, og somuleiðis fingu tey høvi at seta fakfelagsligar spurningar. Um kvøldið varð skipað fyri kvøldsetu í summarhúsinum í Skálavík, ið Starvsmannafelagið og limir tess eiga. Aftur við einum kaffimunni og køku vóru tvær framløgur. Selma Ellingsgaard, forkvinnan, greiddi frá heimasíðu felagsins og hvørji tilboð limir hava í felagnum og arbeiðinum at stovna fakbólkar innan felagið. Dan Joensen, tryggingarmaður á LÍV, greiddi frá broytingum á eftirlønarøkinum, og hvussu uppsparingin verður skipað framyvir, eftir at nýggja eftirlønarlógin kom í gildi í januar 2014. Samanumtikið var hetta eftir okkara meting ein væleydnaður dagur, og síggja vit stóran týdning í at fáa sett andlit á limir okkara. Seinnapartin fríggjadagin 12. oktober skipaði Starvsmannafelagið fyri temadegi í Norðurlandahúsinum. Evnið fyri temadagin var strongd. Niclas Heri Jákupsson legði fram úrslitið av eini kanning, sum hann, fyri Starvsmannafelagið, hevði gjørt millum limir felagsins. Tiltakið var fyri álitisfólk og varaálitisfólk felagsins, almennar stjórar og leiðarar, eins og umboð fyri almenna arbeiðsgevaran, Arbeiðseftirlitið og heilsumyndugleikarnar. Harafturat luttók eisini Peter Qvortrup Geisling, lækni, og helst mest kendur fyri eina sending hjá Danmarks Radio, sum gjørdi viðmerkingar til kanningarúrslitið, sum hann eisini sammetti við aðrar norðurlendskar kanningar. Á temadegnum luttók eisini Súni Poulsen, sálarfrøðingur, sum greiddi frá tilgongdini tá fólk fáa strongd, Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum, greiddi frá teirra leikluti sum eftirlitsstovnur, og Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum eisini gjørdi viðmerkingar til kanningarúrslitið. Sama kvøld skipaði Starvsmannafelagið fyri almennum fundi við tveimum fyrilestrum á skránni. Niclas Heri Jákupsson, sum greiddi frá um kanningina og sínum egnu upplivingum, tá hann gjørdist sjúkur av strongd, og Peter Qvortrup Geisling, sum greiddi frá ymiskum fyribrigdum við strongd. Strongd er eitt stórt vandamál. Úrslitið av kanningini staðfestir, at talan er um eitt munandi størri vandamál enn nakar áður hevur givið gætur. Tað var ikki sørt skelkandi staðfesting í úrslitinum av kanningini, Niclas Heri Jákupsson hevur gjørt fyri Starvsmannafelagið, sum hann herfyri kunngjørdi fyri álitisfólkum felagsins, arbeiðsgevarum og øðrum. Kanningin, sum er gjørd sum spurnakanning millum limir Starvsmannafelagsins, staðfestir, at annarhvør limur hevur havt illgruna um strongd seinastu trý árini. Umleið fimti hvør limur hevur verið hjá lækna við sínum illgruna, og umleið tíggjundi hvør hevur verið sjúkrameldaður fyri strongd. Úrslitið er rættiliga javnbýtt millum kvinnur og menn. Av teimum 711 limunum, sum luttóku í kanningini, svaraðu 438 hvat tey halda orsøkina til teirra strongd, vera. 168 halda, at strongdin er komin av persónligumávum, og 270 halda, at strongdin stavar frá arbeiðsplássinum. Persónligar orsøkir Umleið helmingurin av teimum, sum halda strongdina stava frá persónligum ávum, siga orsøkina vera sorg ella sjúka. Síðani koma orsøkir sum trupulleikar í parlagnum, fíggjarligir trupulleikar og trupulleikar við børnum, og so eru nøkur sum nevna familjuósemjur og hjúnarskilnað. Umleið fimti hvør heldur, at privatlívið tekur orku frá arbeiðslívinum, meðan meira enn helmingurin heldur, at arbeiðslívið tekur orku frá privatlívinum. Arbeiðsplássið orsøkin Av teimum sum siga, at arbeiðsplássið er orsøkin til at tey hava kent strongd á sær, sigur nógv hin størsti parturin, 69 prosent, orsøkina vera ov stóra arbeiðsbyrðu. Aðrar orsøkir eru trupulleikar á arbeiðsplássinum, broytingar, tvístøður við stjóran og starvsfelagar, mistrivnaður, og so er ein lítil partur, trý prosent, sum sigur happing vera orsøkina. Kanningin nágreinar eisini ymisk viðurskifti á arbeiðsplássinum. Spurd um arb eiðið ávirkar fólk neiliga sálarliga siga 68 prosent, at tað kemur onkuntíð ella sjáldan fyri. 13 prosent svara at tað kemur ofta fyri. Á leið helmingurin av teimum spurdu siga, at tey hava ofta ávirkan á hvussu teirra arbeiði skal gerast og fimti hvør sigur, at tey í øllum førum hava ávirkan á sítt arbeiði. Til spurningin um fólk hava ávirkan á hvat teirra arbeiðið skal innihalda, svara 11 prosent altíð, og 60 prosent siga ofta og onkuntíð. Lítil triðingur sigur seg hava lítla og onga ávirkan á sítt egna arbeiðsøki. Høgt tempo Spurt varð eisini um fólk eru noydd at hava høgt arbeiðstempo. Til tað siga 37 prosent onkuntíð og 35 prosent ofta. Hó ast starvsfólk vísa á ymiskar trupulleikar á sínum arbeiðsplássi, tykjast tey flestu hava lítlan hug at flyta í annað arbeiði. 22 prosent siga seg ongantíð hugsa um at skifta arbeiði, og 57 prosent svara, at tað hugsa tey sjáldan ella onkuntíð um. Tey allar fæstu siga seg taka arbeiðið heim við. 5 prosent siga seg gera tað altíð og 14 prosent ofta. Stórt sæð sama svar er til spurningin um tey eru noydd at svara telefon ella teldupostum uttanfyri arbeiðstíð. Tveir triðingar av teimum spurdu siga seg fáa rós og viðurkenning frá arbeiðsfeløgum sínum, men leiðarar og stjórar eru knapt so óførir at rósa og geva viðurkenning. Bert stívliga helmingurin ger tað. Einki frægari enn í Danmark Sammett verður eisini við somu viðurskifti í Danmark, Her siga tølini, at í Føroyum stendur einki frægari til enn hjá donsku starvsfeløgunum. Í Danmark siga 12,6 prosent seg ofta ella sera ofta hava sjúkueyðkenni. Í Føroyum 18,9 prosent. Tá vit sammeta okkum við donsk viðurskifti siga vit, at Danmark er 100 ferðir størri. Nýta vit hetta lutfallið, síggja tølini soleiðis út. 350 føroyingar ganga heima vegna strongd hvønn dag. Umleið 5000 hava hvønn dag sjúkueyðkenni sum vísa langtíðarstrongd. Umleið 2.500 - 3.000 føroyingar eru hvønn dag sera illa fyri av strongd. Føroyingar hava umleið 15.000 fráverudagar um árið vegna strongd. Føroyingar hava umleið 300 innleggingar á sjúkrahúsi vegna strongd o 30 føroyingar enda sum fyritíðarpensionistar vegna strongd. Umleið 14 føroyingar doyggja hvørt ár av strongd Strongd kostar føroyska heilsuverkinum umleið 140 milliónir um árið, tá talan er um sjúkrafráveru, deyða og útreiðslur til heilsuverkið. Tað skal tó sigast, at fyrivarni skal altíð takast, tá tílíkar sammetingar verða gjørdar landanna millum. Viðurskifti kunnu vera ymiskt, eitt nú hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður. Strongd sjúkueyðkenni Strongd hevur ávís sjúkueyðkenni við sær, og spurt verður í kanningini eisini um hesi. Uttan at fara í dýpdina við heilsustøðuni hjá limum Starvsmannafelagsins eru greið tekin í kanningini um, at tey eru ikki so fá, sum hava nakað at hugsa um, tá ræður um strongd. Millum 15 og 20 prosent siga seg sera ofta ella ofta vera kedd, hugsa at nú orka tey ikki meira, hava torført at hvíla, torført at samla tankarnar, eru kensluliga í ójavn vág, hava høvuðpínu, hava kaldar hendur og føtur, hava órógv í maganum, kenna seg fráverandi, kenna seg at vera ósosialan, hava pínu í vøddum og liðum og føla at einki er stuttligt longur. Nakað fleiri føla at tey hava verri at minnast. 38 prosent siga seg sera ofta og ofta hava speningar serliga í nakka og ryggi, og 29 prosent siga, at tað hava tey av og á. 40 prosent av teimum spurdu siga seg vera troyttan sera ofta ella ofta. Á sama arbeiðsplássi Av teimum 711 limunum, sum hava luttikið í kanningini, eru tey flestu sum hava eina yrkisútbúgving. Ein triðingur hevur fólkaskúla, ein fjórðingur miðnám, 36 prosent hava annaðhvørt tvey ella trý ára hægri útbúgving, og fimm prosent hava fimm ára hægri útbúgving. Greiðar ábendingar eru um at fólk støðast væl á arbeiðsplássinum, hvør so orsøkin er. Stívliga helmingurin hevur starvast í fleiri enn 10 ár á núverandi arbeiðsplássi, og 18 prosent millum sjey og tíggju ár. Fyrivarni Havast skal í huga, at hóast ein nógv størri partur av limum Starvsmannafelagsins luttaka í kanningini í mun til talið av fólki, sum Gallup spyr í teimum kanningum, stovnurin ger um alt landið, so eru tveir triðingar av starvsmannafelagslimunum, sum ikki hava sagt sína støðu um strongd. Kann vera, at úrslitið hevði verið øðrvísi um allir limirnir luttóku, men eftir stendur kortini, at talið á teimum sum siga seg vera meira ella minni darvað av strongd, er rættiliga stórt. Øll hava ábyrgdina Danski sjónvarpslæknin segði seg ikki ivast í forsøgnini, at strongd verður størsta fólkasjúkan í 2020. Eini forsøgn, sum vit øll eiga at taka í ramasta álvara og hvør í sínum lagi gera nakað við. At úslitið av kanningini hjá Starvsmannafelagnum sigur okkum, at einki frægari stendur til í Føroyum enn í Danmark í so máta, segði hann seg vera ovfarnan yvir, og setti sær spurningin um samfeløgini. Tað føroyska sum tað danska vóru í nóg stóraran mun tilbúgvin at taka ímóti hesi avbjóðing. Peter Qvortrup Geisling nevndi tríggjar orsøkir til at strongd tekur alt meira dik á seg í nútíðarsamfelagnum. Eitt nú at alt gongur skjótari og skjótari í samfelagnum, sama á arbeiðsplássinum, sum leggja dent á at økja ferðini alsamt, og harafturat tey krøv og ynski sum vit hava í privatlívinum. Í sambandi við tað vísti Peter á, at fyri okkara undanfarnu ættarlið var tað at kalla stórhending at fáa nýtt linolium á køksgólvið. Í dag krevja vit at hava ikki færri enn tveir bilar í túninum, summarhús og útferðir. Og vit fáa neyvan svøvn í eyguni um vit ikki eisini hava ein samtalukøk. Koma grannabørnini á vitjan og síggja at vit ikki hava flatskíggja, fáa tey ein tílíkan skelk, at tey mugu fáa sálarliga hjálp, segði Peter Qvortrup Geisling, sum endurgav Johannes Møllehave, prest. Vit hava ikki so nógv fátækradømi. Men vanligasta kenslan av fátækradømi er øvundsjúka um tað grannin hevur og sum vit ikki hava. Peter helt, at fólk eiga at seta sær spurningin, um tey í veruleikanum eru skiparar á egnari skútu, ella um fólk bert lata seg reka við meldrinum. Kanningin sigur, at 60 prosent av limunum í Starvsmannafelagnum siga, at arbeiði er orsøkin til teirra strongd, og at heimalívið er orsøkin til tey 40 prosentini. Peter gjørdi greitt, at á arbeiðsplássinum hevur arbeiðsgevarin ábyrgdina fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, men vit eiga heldur ikki at gloyma, at vit hava sjálvi ábyrgdina av okkara lívsførslu heima. Talan er í fleiri førum um eina samantvinning millum arbeiðsligar og privatar orsøkir til strongd. Hann vísti eisini á eina danska kanning, sum millum annað vísir, at mesta strongd er millum kvinnur í 25 til 45 ára aldri, og størsta orsøkin er fíggjarlig viðurskifti. Óttin fyri ikki at megna at rinda fyri tað sum keypt er upp á borg. Peter Qvortrup Geisling vísti eisini á, at størstu orsøkirnar til at fólk fáa strongd av arbeiðsávum, eru ov stórt arbeiðstrýst, og at starvsfólk ikki í nóg stóran mun hava ávirkan á teirra egna arbeiðsøkið. Einki eftirlit við strongd Høvuðsøkið hjá Arbeiðseftirlitinum er arbeiðsumhvørvið í breiðastu merking. Arbeiðseftirlitið virkar sambært arbeiðsumhvørvislógina og teimum fleiri enn 30 kunngerðum til hesa lóg, greiddi Leivur Persson frá. Hann ásannaði, at sálarligt arbeiðsumhvørvið hevur ikki høga raðfesting, fyri ikki at siga als onga. Leivur Persson greiddi frá, at á Arbeiðseftirlitinum eru tey fimm starvsfólk, og skuldi tey megna heilt og fult at røkja allar eftirlitsuppgávur, áttu tey at havt dupult so nógv starvsfólk. Tey noyðast tí at raðfesta tey øki har tey, sambært hagtølum, síggja flestu arbeiðsskaðarnar. Byggivirksemið hevur neyvan verið størri enntaðerídag,ogtíertaðeisiniátí økinum, at flestu skaðarnar henda, og er hetta eisini orsøkin til at júst hetta økið fær fremstu raðfesting. Harafturat eru hesir skaðarnir ógvuliga ítøkiligir í mun til viðurðskifti í sambandi við sálarliga arbeisumhvørvi, sum er illa greinað. Leivur helt, at kanningin hjá Starvsmannafelagnum, í sambandi við strongd, man vera hin fyrsta av sínum slag í Føroyum og gav eisini ábendingar um, at Arbeiðseftirlitið eigur at uppraðfesta økið. Men alt hetta snýr seg fyrst og fremst um pengar, og hesar skulu politikararnir játta. Deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum segði, at tey hava eitt standandi tilmæli til myndugleikarnar um at uppraðfesta Arbeiðseftirlitið, so tey kunnu seta fleiri eftirlitsfólk. Sálarfrøðingurin Strongd er ein stór avbjóðing, sum bara veksur. Og mangt bendir á, at strongd verður størsta sjúkuorsøk í 2020. Tað segði Súni Poulsen, sálarfrøðingur, sum eisini kundi borðreiða við einum góðum tíðindum: At strongd er ein sjúka, sum er løtt at lekja. Tað skal henda so skjótt sum gjørligt, og fleiri viðgerðarhættir eru sum virka, segði hann. Sálarfrøðingurin greiddi frá, at fólk kunnu eisini hava góða strongd, men um hon heldur áfram í longri tíð, kann sjúkan gerast vandamikil. Hann segði seg harmast, at tilboðini í Føroyum til fólk við strongd, eru langt undir standard, sum hann málbar seg, og ofta fáa fólk heilivág fyri angist, hóast tey í veruleikanum hava strongd. Strongd er ikki eitt medisinskt fyribrigdi, men ein sosial psykologisk avbjóðing, segði Súni Poulsen, sum vildi vera við, at vit hava lyndi til at yvirmedisinera við sovi- og antideprisivum medisini, heldur enn at brúka aðrar og betri viðgerðarhættir. Súni Poulsen helt tað eisini vera órættvíst, at tað er ein treyt fyri at fáa viðgerð, at tú sjálvur hevur pengar ella at arbeiðsgevarin játtar at rinda. Tað er stórt sosialt órættvísi hvør kann fáa hjálp fyri strongd í dag, segði hann. Hol í eftirlitinum Strongd er ikki eitt medisinskt fyribrigdi,men ein sosial psykologisk avbjóðing, segði Súni Poulsen, sum vildi vera við,at vit hava lyndi til at yvirmedisinera við sovi- og antideprisivum medisini, heldur enn at brúka aðrar og betri viðgerðarhættir. Starvsmannafelagið almennakunngjørdi herfyri stóra kanning viðvíkandi strongd millum limir felagsins. Ein av stóru spurningunum nú kann ingin er almennakunngjørd er: Hvat ger Arbeiðseftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvið? Kanningin vísir á ræðandi tøl, men líka ræðandi er at hoyra, at Arbeiðseftirlitið onga tilbúgving hevur, tá tað ræður um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Har fyriliggur ongin ætlan og ongin arbeiðsmegi, at takað sær av teimum, sum bukka undir av strongd. Rættiliga nógv hendir í byggivinnuni í løtuni. Alt gott um tað, og prioriteringarnar hjá Arbeiðseftirlitinum síggjast eisini av tí sama. Seks fólk eru í starvi. Ein deildarleiðari, sum er løgfrøðingur, trý maskinfólk, ein verkfrøðingur og ein handverkari. Eg loyvi mær at spyrja. Hvør av hesum er før ella førur fyri at taka sær av sálarliga arbeiðsumhvørvinum? Hvør av hesum kann meta um, um sálarliga umhvørvið er gott ella ringt á einum arbeiðsplássi? Fyri mær sær tað út sum um politiska skipanin ynskir alt eftirlit har piparið grør. Arbeiðseftirlitið sum stovnur varð avtikið í 2011 og lagt undir Heilsufrøðiligu Starvs stovuna. Persónliga eri eg ikki altíð so glaður fyri eftirlit, men eftirlit í hesum høpi er ikki av tí ringa. Vit mugu og skulu hava eitt eftirlit, sum virkar fyri, at borgarin arbeiðir undir tryggum umstøðum. Sambært deildarleiðaranum á Arbeiðseftirlitinum, hevur arbeiðseftirlitið eina standandi tilráðing til politiska mynduleikan um uppraðfestan av fleiri eftirlitisfólkum. Í løtuni eru 5 eftirlitisfólk og skal arb eiðseftirlitið fungera nøktandi, skulu í minsta lagi 10 eftirlitisfólk verða knýtt at arbeiðseftirlitinum. Deildarleiðarin metir, at ein uppraðfesting til 10 eftirlitisfólk kostar millum 2 og 3 milliónir krónur. Hetta eru piparnøtir í mun til útreiðslur upp á 140 milliónir krónur, sum strongd kostar landskassanum hvørt ár. Ivaðist í úrslitinum At helvtina fleiri føroysk starvsfólk kenna á sær sjúkueyðkenni av strongd í mun til danskir starvsfelagar, segði Snorri Fjalsbak, leiðari av lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, seg ivast í. Tað vóru serliga tveir partar í úrslitinum av kanningini hjá Starvsmannafelagnum, sum leiðaran á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum undraðist yvir. At lutfalsliga munandi fleiri føroyingar enn danir kenna á sær sjúkueyðkenni orsaka av strongd, og at so stórt tal sum 10 til 12 prosent av starvsfólki hava verið sjúkameldað av hesi orsøk. Kanningin sigur, at 4,2 prosent av føroyskum starvsfólkum kenna ofta á sær sjúkaeyðkenni orsaka av strongd í mun til 2,9 prosent av donsku starvsfeløgum teirra, og ávikavist 14,5 prosent og 9,7 prosent hava sera ofta kent á sær hesi sjúkueyðkenni. Snorri Fjalsbak undraði seg eisini yvir, at 12 prosent av kvinnum og 10 prosent av monnum hava seinastu trý árini verið sjúkrameldað av strongdarávum. Av teimum 711, sum luttóku í kanningini, søgdu tey 438 hvaðani teirra strongd stavar frá. 168 søgdu orsøkina vera av persónligum ávum og 270 søgdu, at strongdin stavar frá arbeiðsplássinum. Um hvør orsøkin til strongd á arbeiðsplássinum var, svaraðu 69 prosent, at Snorri Fjalsbak, sum umboðaði arbeiðsgevararnar, prátar her við Svend Åge Seloy, nevndarlim. Strongdin á arbeiðsplássinum stavar frá ov stórari arbeiðsbyrðu. Tað segði Snorri Fjalsbak seg undrast yvir, tí hann helt, at tað var bara gott at hava nógv at gera. Verri hevði verið um fólk søgdu seg hava ov lítið at gera, helt hann. Hinvegin kundi hann frøast yvir, at so mikið fá sum trý prosent merktu til happing á arbeiðsplássinum. Ikki minni hugaligt helt hann tað vera, at heili 64 prosent av teimum spurdu siga seg altíð ella ofta hava ávirkan á hvussu teirra arbeiði skal gerast. Leiðarin á lønardeildini gjørdi vart við, at tey har hava sett ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um hvussu arbeiðsplássið kann hjálpa fólki, sum verða sjúkrameldað. Tað hevur stóran týdning helt hann, tí tess longri tíð fólk eru frá arbeiðsplássinum, tess torførari er at koma aftur til arbeiðis. Her eigur arbeiðsgevarin eisini at taka sína ábyrgd, segði Snorri Fjalsbak men nýtti eisini høvi til at minna starvsfólk á, at arbeiðsgevarin er kortini ikki mamma tín. Snorri Fjalsbak segði seg taka kanningarúrslitið við einum ávísum fyrivarni, av tí at ikki fleiri enn ein triðingur av starvsmannafelagslimunum luttóku. Fólkafundur í Runavík Starvsmannafelagið við á fólkafundinum Starvsmannafelagið, sum er meginfelag hjá umleið 2.000 starvsfólkum úr nógvum ymiskum fakbólkum, var aftur í ár við á Fólkafundinum, sum hesaferð var í Runavík. Felagið hevði egnan bás og skipaði fyri trimum áhugaverdum og aktuellum fyrilestrum, sum allir vóru viðkomandi fyri arbeiðsmarknaðin. Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, helt fyrilestur um føroysku arbeiðararørsluna, Suni Poulsen, sálarfrøðingur, helt fyrilestur um strongd, og Kristina Samuelsen, advokatur, røddi um ta góðu fyrisitingina, fakligt mótspæl ella politisk undirbrotligheit. Nevndarlimir og fólk frá umsitingini mannaðu básin, har fólk kundu kunna seg um felagið, aktuellar spurningar og siga sína hjartans meining um Starvsmannafelagið og fakfeløg sum heild. Á básinum hjá Starvsmannafelagnum. Súni Selfoss, Anna Johannesen og Guðrið Joensen og Dánjal Højgaard. Her saman við Erlandi Viberg Joensen, næst til høgru. Fakligt mótspæl ella politisk undirbrotligheit Skal embætisverkið fyrst og fremst taka atlit til tey politisku mál, tey fólkavaldu hava sett sær, ella skal embætisverkið altíð hava borgaran, rættartrygd og samfelags­ atlit fremst í huga, var evnið, sum Kristina Samuelsen, advokatur, og fyrrverandi fulltrúi í løgtinginum, hugleiddi um á fólkafundinum í Runavík. Tá vit tosa um ta góðu fyrisitingina, eiga hugtøkini innlit og opinleiki, at standa í fremstu røð, segði Kristina Samuelsen, sum tók upp spurningin í hvønn mun embætisverkið hevur skyldu at gera vart við seg. Ger embætisverkið vart við seg, eiga vit eisini at fáa tað at vita, soleiðis at vit eisini kunnu kjakast um teirra sjónarmið, segði hon, og nevndi viðmerkingarnar frá Landsverki í málinum um undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna. Landsstýrismaðurin var ikki nøgdur við viðmerkingarnar frá Landsverki, og helt tí hesar upplýsingar aftur. Rættari var at hann greiddi løgtinginum frá hesum viðmerkingum og soleiðs tók kjakið upp í opinleika. Í hesum føri hevði ikki verið talan um alment innlit, men innlit á øðrum støði, tá málið er millum løgtingið og landsstýrið, segði Kristina og legði afturat, at alment innlit hevur eisini sín alstóra týdning, soleiðis at eitt nú pressan kann gera vart við viðurskifti, sum ikki vera hildin at rugga rætt. Ymisk virði Kristina greiddi frá teimum ymisku virðunum, sum hava týdning fyri fólk, alt eftir hvønn leiklut tey hava í samfelagnum. Eitt nú rættartrygd og tagnarskylda, sum hava týdning fyri borgaran og tey sum brúka fyrisitingina, politiskur loyalitetur og lýdni, neutralitetur, at laga seg eftir umstøðunum, atlit til játtan og effektivitet, produktivitet og politiskt tev, sum hevur týdning fyri politikaran. Gott arbeiðsumhvørvi, góða løn og yrkisleið, viðurkenning frá leiðsluni og menning og útbúgving, sum hevur týdning fyri starvsfólki, sum embætisfólk eisini eru ein partur av, og so virði, sum hava týdning fyri ymiskar bólkar og samfelagið sum heild. So sum samfelagsábyrgd, alment innlit og talufrælsi. Í stríð hvørt við annað Kristina vísti eisini á, at hesi virði kunnu koma í stríð hvørt við annað. Millum annað um embætisfólki og politikarin, uttan tilvitandi, hava somu virði og sum gera, at onnur virði fara aftur við borðinum. Eitt gott samanfall millum virðini hjá politikaranum og embætisfólkinum gevur betri arbeiðsumstøður, betri løn og viður kenning, um embætisfólki fylgir teimum atlitum sum tæna politikaranum, og tá kann verða torført hjá embætisfólkinum at hugsa nóg nógv um rættartrygd og fakligheit o.l., tí tað er ikki so populert í arbeiðsumhvørvinum hjá embætisfólkinum, segði Kristina. Innlit og opinleiki Spurningurin er so hvussu tú motiverar embætisfólk at raðfesta tey virðini sum tá eru farin í bakgrundina. Virðini hjá borgarunum og samfelagsáhugamálini, sum ikki eru innanfyri, í mun til embætisfólki og politikarin, og tí einki vita um tað sum fer fram, segði Kristina og vísti á, at einasti møguleiki at tryggja hesi virði, er við innliti og opinleika, sum er eins viðkomandi fyri heilt vanliga málsviðgerð. Eitt spildurnýtt dømi um hvussu tveir embætismenn leggja dent á hvør sítt virði, er málið um mammografikanningarnar á Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið, embætisverkið har, boðaði frá, at tey fóru at broyta mannagongdirnar, tí ikki er nóg mikið av pengum. Beint eftir talar ein lækna at, eisini embætismaður, og ger vart við, at hetta ber ikki til. Læknin tekur atlit til virði hjá borgaranum, sítt fakliga og rættatrygdini. Hvar finna vit javnvágina. Hví hava vit ein embætismann, sum sigur eitt meðan ein annar sigur eitt annað. Teir tosa út frá tveimum ymiskum virðum, sum teir, hvør í sínum lagi, leggja dent á. Skulu vit finnast at læknanum fyri ikki at taka atlit til fíggjarliga spurningin ella Landssjúkrahúsinum fyri bert at hugsa um pengar, spurdi Kristina, sum førdi fram, at politikarin, sum eigur at finna javnvágina, og sum tá als ikki hevði verið frammi í kjakinum, hartaði Landssjúkrahúsið, hóast embætisfólkini har bert høvdu tikið avleiðingar av eini politiskari avgerð at seta eina játtan. Kristina gjørdi vart við, at uppgáva hennara er ikki at svara fyri hvør javnvágin millum virðini skal vera, men hon gjørdi staðiliga vart við, at her mangla nakrar sera týdningarmiklir vinklar, bæði frá politiskari, embætisligari síðu og ikki minst frá pressuni, tí vit síggja ikki tað, sum er farið fram, og harvið fáa vit eitt alt ov einsíðugt kjak. Kristina helt, at javnvágin finnur seg sjálvan, um vit hava opinleika og upplýsing, tí so sleppa aktørarnir, sum ikki eru innanfyri, við í kjakið, og kunnu harvið tryggja javnvágina í sambandi við at fáa atkvøður og integritetin hjá embætisverkinum, sum tá vil dríva verkið. Óloysti tjóðskaparspurningurin hevur forða sameining Tað var serliga í fimmtiárunum at sundurlyndið í føroysku fakfelagsrørsluni sigraði á ætlanum um sameining, heldur Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur. Hóast aðalmálið hjá føroysku fakfelags rørsluni frá fyrsta degi hevur verið sameining av allari arbeiðararørsluni, bar eingin av teimum mongu royndunum á mál. Orsøkirnar eru mangar og ymiskar, og í fimmtiárunum gjørdist rættiliga greitt, at hetta fór ikki at bera til. Óloysti spurningurin um samband og loysing hevur verið høvuðsorsøkin, heldur Erland Viberg Joensen. Á fólkafundinum í Runavík greiddi Erland frá gongdini í arbeiðararørsluni, sum upprunaliga var sosialdemokratisk. Hvussu rørslan mentist ymsastaðni í landinum, og hvørja ávirkan tað hevði á arbeiðararørsluna, at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður tvey ár eftir fólkaatkvøðuna í 1946, tí nú høvdu vit tveir arbeiðaraflokkar, heldur enn ein. Frá fyrsta degi var sera neyvt samband millum fakfelagsrørsluna og Javnaðarflokkin, og í mongum førum vóru somu persónar, sum myndaðu politiska og fakfelagsliga partin av arbeiðararørsluni. Burtursæð frá Fiskimannafelagnum, vóru tvøráfólk tey fyrstu sum stovnaðu fak feløg, og tað var eisini har á staðnum, at Javnaðarflokkurin, mongu árini eftir at hann varð stovnaður, stóð sterkast. Tað var eisini á Tvøroyri at harðasta fakfelagsstríðið stóð, og somuleiðis har, at arbeiðarin vann ein av sínum størstu sigrum við at fáa lønina útgoldna í hondina, og ikki longur verða bundin av at keypa frá sínum egna arbeiðsgevara. Kontrabókin fór í søguna. Broytingartíðir Erland minti á, at sum søgufrøðingur kann tú ikki altíð samanbera føroyska samfelagið i við størru samfeløgini uttan um okkum, men á nøkrum økjum er eitt og annað sum líkist. Hann nevndi heimsfevnandi fíggjarkreppuna í tríati árunum, sum eisini rakti meint í Føroyum, soleiðis at fleiri vinnufyritøkur fóru á húsagang og liviumstøðurnar gjørdust vánaligar. So kom seinri heimsbardagin og hevði millum annað við sær at nýggir siðir komu til landið. Hetta broytti eisini føroyska gerandisdagin almikið og vit fingu eitt meira ídnaðarkent arbeiðslag við størri disiplin, sum Erland málbar seg. Hetta var eitt stórt vegamót hjá okkum. Vinnuflokkurin, sum varð stovnaður í 1935, og sum seinri gjørdist Fólkaflokkurin, gjørdist politiski mótparturin hjá Javnaðarflokkinum. Kapitalurin savnaðist um Sjóvinnubankan og Føroya Fiskaexport, sum seinri gjørdist Føroya Fiskasøla, og tá Sjóvinnubankin, sum tá fíggjaði stóran part av vinnulívinum, fór á húsagang, fekk samfelagið aftur eitt álvarsligt bakkast, sum skapti rættiliga neyð í mongum húsarhaldi. Deyðin stóð í durunum, tí einki arbeiði var at fáa, greiddi Erland frá, og sum eisini nam við leiklutin hjá donsku fakfelagsrørsluni í Føroyum. Virkaðu fyri arbeiðsloysisstuðli Við nýggja rákinum, tá menn fóru at tosa um at stovna fakfeløg í Føroyum, var eisini danska fakfelagsrørslan, eins og danski sosialdemokratiski flokkurin, til reiðar at hjálpa. Í 1925, árið eftir at hann gjørdist danskur forsætisráðharri, kom Thorvald Stauning til Føroya, og vitjaði bróðurflokkin og fakfeløg, serliga á Tvøroyri og í Havn, og fleiri umboð úr De Samvirkende Fagforeninger í Danmark vóru her og vitjaðu og luttóku á fundum. Hetta bæði fyri at agitera og at leggja lag á organisatoriskt virksemi, og í fimmtiárunum, tá ringast stóð til, mæltu donsku umboðini staðiliga til at skipa arbeiðsloysisstuðul í Føroyum, sum tó ikki gjørdist veruleiki fyrr enn við ALS í nítiárunum. Fiskimanna- og arbeiðaraverkføllini í fimmtiárunum siga ikki so lítið um hvussu illa stóð til, greiddi Erland frá. Spjaðing heldur enn sameining Fyri okkum, sum ynskja eina sterka og sameinda arbeiðararørslu, er syndarligt at síggja hvussu rørslan spjaddist, heldur enn at hon stað saman, segði Erland, sum vísti á Føroya Fiskimannafelag, sum einaferð fór í tvíningar, og tá stóru feløgini, Havnar og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, tóku seg úr Føroya Arbeiðarafelag. Annað stríðið var tá Føroya Arbeiðarafelag í 1954 segði upp limaskap sín í donsku fakfelagsrørsluni. Søgufrøðingurin helt orsøkina til spjaðingina vera óloysti spurningurin um samband og loysing. Hesin spurningur, sum forplantaði seg í føroysku fakfelagsrørsluna, sum Erland tók til. Tjóðveldisflokkurin hevði við sínum formanni, Erlendi Patursson, sum eisini var formaður í Fiskimannafelagnum, stóra undirtøku, serliga millum fiskimenn, og harafturat vóru alt fleiri oddafólk í hansara flokki komin í leiðandi støðu í fleiri fakfeløgum. Vit høvdu nú tveir arbeiðaraflokkar heldur enn ein. Spurningurin er, um vit nakrantíð høvdu pláss fyri tveimum arbeiðaraflokkum, helt Erland, sum fýltist á hugsjónarliga partin í føroysku fakfelagsrørsluni í dag. Hann helt, at hóast mangt er broytt í samfelagnum, við nógvum væl útbúnum fólki, og við serfrøðingum í arbeiðsmegini, áttu hugsjónirnar og setningurin at verið hin sami tá ræður um samhuga, samanhald og samfelagssinni, sum fakfeløgini í botn og grund áttu at kjakast um og staðið saman um, heldur enn bert at tosa um lønarlagið. Súni verður formaður í Norðurlendskum fakfelag NTR ráðstevnan 2014 var hesa ferð í Danmark. HK-kommunal eigur, saman við restini av HK samtakinum, ein stóran skeiðsdepil í Svendborg, sum tey kalla Christiansminde. Skeiðsdepilin er so mikið stórur, at hann eisini verður brúktur sum Hotel og liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi. Yvirskriftin á ráðstevnuni var framtíðar arbeiðslívið hjá limunum - hvørja ábyrgd hava fakfeløgini. Limurin og fakfelagsrørslan. Ráðstevnan setti fokus á hvussu limirnir og fakfelagið møta felags avbjóðingum í arbeiðslívinum í framtíðini. Limurin og arbeiðslívið. Hvørjar eru framtíðar avbjóðingarnar hjá arbeiðsgevaranum í arbeiðslívinum, hvør er leikluturin hjá arbeiðsgevaranum og harvið eisini leikluturin hjá fakfelagsrørsluni, hvussu menna vit samstarvið millum limir og arbeiðslívið? Limirnir í Fokus - tað organiseraða fakfelagi var heiti á innleggi, hjá Lene Roed, nevndarlimur í stýrinum hjá HK-kommunal og sektorforkvinna í HK-Suðurjútland. Hon greiddi frá stórari kanning HK-kommunal hevði gjørt um tørvin á at skipa yrkisfakbólkar fyri limir felagsins. Skipanin hjá HK og Starvsmannafelagnum minna nógv um hvørja aðra. Okkurt er tó øðrvísi, millum annað er tað upp til limin sjálvan at lima seg inn í fakbólkin. Tvey kaféborðskjak vóru. Hetta er skipað soleiðis at luttakararnir verða skipaðir í smærri bólkar. Har verður so fyrst eitt innlegg og síðani verður kjakast og spurt inn til evnið. Evnini í fyrra kjakumfarinum vóru millum annað. Kommunikatión millum fakfelagið og limin, Hvussu fáa vit nýggjar limir? Limakanningar. Hvussu arbeiðir man við sambandinum við ungdómin og lærlingar? Stuðulsgrunnar og stuðul til útbúgvingar, skúling og skeið í fakfeløgunum, sum økja um førleikarnar og strukturering av limunum eftir fakið. Í seinna kjakumfarinum var millum annað kjakast um hesi evnini: Ungdómurin og lærlingar, eftirmetingar og samstarv millum kommunur og fakfeløgini, hvat kann fakfelagið gera fyri eitt meira balansera arbeiðslív, rætti persónurin á rætta plássinum, funktiónsfordeiling, fakliga netverkið, vit siga ja til ymiskleika í arbeiðslívinum, og vit siga nei til rasismu. Hvat gera vit? Hvussu skipa vit humana kapitalin í framtíðarinnar arbeiðslívi?Kristine Sticker Hestbech, prestur, sum eisini er væl kend her í Føroyum, endaði ráðstevnuna við fyrilestri undir heitinum Eitt arbeiðs- og familjulív í javnvág. Hetta var ein fyrilestur, ið fekk sera góða móttøku og setti nógvar tankar í gongd hjá teimum flestu. At enda takkaði Bodil Otto, forkvinna í HK-kommunal, fyri hesa ferð og gav orðið víðari til Súna Selfoss, næstformann í Starvsmannafelagnum, sum verður vert ur fyri ráðstevnuni, sum verður í Føroyum í 2016. Skipanin er soleiðis, at vertstjóðin fyri komandi ráðstevnu eisini hevur formansskapin í NTR. Tí tekur Súni Selfoss við sum formaður fyri NTR á komandi norðurlendska fundinum, sum verður síðst í november í ár. Fyri Starvsmannafelagi luttóku Súni Selfoss, Niels á Reynatúgvu, Karin Jacobsen og Guðrið Joensen. NTR er ein stytting, og umfatar norðurlendskt samstarv millum fakfeløg, sum organisera starvsfólk, ið starvast hjá kommunum og kommunalum stovnum. Úr Danmark eru hesi við í samstarvinum. Úr Íslandi er kommunali parturin av BSRB við. Úr Noreg er Delta, úr Svøríki Vision og úr Føroyum er Starvsmannafelagið. Jyty úr Finnlandi hava eisini verði við, men tey umhugsa í løtuni sína støðu í norðurlendskum samstarvi. Limatalið í hesum samstarvinum er uml. 320.000, tá er Finnland ikki íroknað. Tað er kalt á toppinum, men ávegis har niðan dreiv sveittin av mær, og skal eg vera heilt erligur, so var tað ikki fyrr enn eg hevði verið har eina góða løtu, at eg merkti kuldan. Blóðið pumpaði enn runt í kroppinum av harða túrinum úr Kollfjarðardali niðan á Sornfelli. Eg hevði megnað at runnið Top-Run, eg hevði gjøgnumført, og eg hevði yvirlivað. Tá eg byrjaði at renna fyri rættiliga nógvum árum síðan, so var tað fyri at orka eitt sindur betur. Hetta var beinleiðis avleiðing av eini hending. Ein dagin eg kom úr Amagersentrinum, sá eg bussin fara framvið mær. Stutt var yvir til bussteðgistaðið, og onkur stóð har, so um eg rann so náddi eg tað. Men livurhøgg og andaneyð tryggjaðu, at eg ikki náddi bussin. Meðan eg soleiðis stóð illa tilpass við livurhøggi, og fekk andadráttin í rættlag aftur, hugsaði eg, at hetta tímdi eg altso slett ikki longur. Nú skuldi eg í betri form, eg skuldi byrja at renna. Eg fekk einar kasseraðar renniskógvar frá táverandi konuni, og so var eg klárur. Rundan um vøtnini við Christianshavn og Christiania var frálíkt at renna, slætt og lætt, og formurin gjørdist betur og betur. Seinni blivu málini størri, og í 2010 setti eg mær fyri, at fara at renna hálvmarathon. Eg vandi málrættað í 8 mánaðir, eftir eini skipaðari venjingarskrá. Eg luttók Flaggdagsrenning, Ólavsøkurenning, Vetrarrenning í Vestmanna og so sjálvandi Tórshavn Marathon, har eg rann hálva maratonteini í eini heilt hampiligari tíð. Men Top-Run var ongantíð nakað mál. Eg minnist, tá eg hoyrdi um Top-Run fyrstu ferð. At renna úr Kollfjarðardali niðan á Sornfelli, tað er altso ikki serliga skilagott. 9,8 km, mótbrekka allan vegin og ein hæddarmunur á einar 700 metrar. Bara onkur fer undir ein tílíkan túr. Eg kendi fleiri sum runnu við, men eg skilti ongantíð hví. Var tað ein brennandi hugur til sjálvpínarí? Ella var tað bara tápuligheit? Hesir somu tankar fóru gjøgnum høvdið á mær, tá eg hevði runnið fyrstu 4500 metrarnar niðan av Oyggjarvegnum eftir smala vegnum uppá á Sornfelli. Her var brekka omaná brekku, og einki sum líktist einum slætta. Tað sum byrjaði sum møði, bleiv beinleiðis pína, og kroppurin vildi ikki hetta. Heilin skríggjaði, ert tú tápuligur? Hví fanst tú uppá hetta? Kanska doyrt tú nú? Eg eri ikki beinleiðis erkvisin, men kanska eitt sindur, so hetta kendist ikki gott á nakran hátt. Eg segði við vinmannin, sum rann við mína lið, at eg haldi, at man kann doyggja av hesum. Hann nikkaði, har var eingin troyst. Eg segði aftur við hann, at halt kjaft hetta var tápuligt. Hann nikkaði aftur. Eg segði við hann, at hetta gera vit ongantíð aftur. Aftur nikkaði hann. Tað var eg, sum hevði lokkað hann at luttaka. Júst tríggjar vikur frammanundan, vóru vit farnir undir at venja til okkara fyrsta marathon, saman við einum øðrum vinmanni. Men teir vildu gjarna hava eitt seinasta ball, áðrenn vit fóru undir harða venjing. Eg sat við hús og sá á telduni, at Top-Run skuldi verða. Knappliga virkaði tað áhugavert, eg hugsaði ikki so nógv um tað. Men tá telefonin ringdi, og vinmennirnir vildu hava meg í ball, so var treytin, at teir runnu Top Run við mær. Hetta játtaðu teir. Men her í brekkunum 3 vikur seinni, bannaði eg um mína tápuligheit. Um 8 km markið orkaði mín kroppur ikki pínuna longur. Eg segði við vinmannin: Far bara, eg fari at ganga nú. Seinastu tveir kilometrarnir skiftist eg at ganga og renna. Eg fekk krampa í lendarnar, uttan iva munandi verri enn verkir kennast. Men eg royndi at smárenna tað av mær, men eg kláraði ikki. Brekkurnar kendust ræðuligar, blivu alsamt brattari. Í síðstu longu og brøttu brekkuni møtti eg ein liði av ungum rennarum, ið runnu oman fyri at eggja okkum, tað hjálpti eitt sindur. Tá eg nærkaðist málstrikuni, kom vinmaðurin ímóti mær. 1 tími og 10 minuttir er ein góð tíð, segði hann og tað tendraði okkurt í mær. Eg fekk eyka orku, og rann síðsta pettið móti málstrikuni. Málið hevði verið 1 tími og 20 minuttir, so hetta var gott. Uppi á sløttum rann møðin skjótt av, og eina banan og eina fløsku av vatn seinni, tosaðu vit longu um, at hetta máttu vit royna aftur, og tá skuldi tað gerast skjótari, og eg skuldi renna allan vegin. Ingi undirvísir í ættargransking Hví spurdi eg ikki ommumeðan enn tíð var? Mong munnu kenna seg aftur í hesum, tá fólk, í flestu førum nakað komin til árs, fáa áhuga fyri sínum ættarbondum, sum tey fegin vilja vita meira um. Eg átti at hava spurt mammu, ommu, men nú er ov seint. Nú var eingin av teimum nærmastu longur at spyrja. Og so er spurningurin hvat er at gera fyri at fáa sínar spurningar svaraðar. Ættargransking er ein møguleiki. Í fleiri av landsins kvøldskúlin er ættargransking ein av lærugreinunum, og mong eru tey, sum leita sær hagar, nøkur teirra ár um ár. Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli hevur eisini ættargransking á skránni. Har undirvísir Ingi Ellingsgaard, og tað hevur hann gjørt seinastu mongu árini. Sjálvur hevur Ingi havt stóran áhuga fyri ættargransking í longri tíð. Tað liggur til familjuna, sigur hann. Og í so máta hava tey eina serstøðu, tí hann veit, at øll Ellingsgaard í Føroyum eru í familju hvør við annan, og stava frá einum norðmanni, Knud Olsen Ellingsgaard, nevndur. Hann kom til Føroya í 1775 at læra føroyingar at pløga, men ikki gekst sum ætlað. Lítla hjálp fekk hann frá føroyingunum, sum lítla tiltrúgv høvdu til nýggj og ókend amboð og dyrkingarhættir. Føroyingar vildu heldur halda seg til hakan. Hesin norðmaðurin er umtalaður í Varðanum, og tað hevur gjørt sítt til at finna neyðugar upplýsingar, greiðir Ingi frá. Svikaligar keldur Men so lætt sleppa ikki øll, og ymiskt er hvussu mikið og hvussu langt aftur fólk kenna til sínar forfedrar. Keldurnar eru í mestan mun fólkateljingarnar og kirkjubøkurnar. Ingi sigur, at fólkateljingarnar kunnu vera nakað svikaligar við nógvum villum. Kirkjubøkurnar eru meira álítandi, hóast villur eisini kunnu koma fyri har. Tað eru eisini kirkjubøkur, sum á ein ella annan hátt ikki eru til, og tað ger ikki leitingararbeiðið lættari. Elstu kirkjubøkurnar, sum Ingi veit um, er ein úr Eysturoynni, sum gongur aftur til 1687, og hóast gamlar, eru summar kirkjubøkur rættiliga lættar at lesa. Alt á teldu Tíðin tá fólk sótu við blýanti og stórum pappírsørkum er farin, og teldan hevur tikið yvir. Tað er, sum vera man, eisini ein avbjóðing fyri onkran. Ikki tí at neyðugt er at vera serliga telduvandur, men fyri at luttaka í kvøldskúlaundirvísingini er best at fólk hava eina ávísa grundvitan um telduna, sum fólk, hvør í sínum lagi, sjálvi skulu hava við sær. Ingi sigur, at nýggju telduforritini eru sera framkomin og fyrireikað til alt, uttan mun til hvussu fløkjaslig familjuviðurskiftini kunnu vera, og til ber at knýta allar hugsandi upplýsingar og viðmerkingar til hvønn einstakan persón. Privat Tá tú leitar aftur í ættina kann mangt og hvat koma undan kavi. Tað verður sagt um onkran, at hann byrjaði sum íðin ættargranskari, men gavst tá hann kom fram á onkran seyðatjóv í familjuni. Um tað ikki er so galið hjá øllum, so vilja fólk í onkrum førum halda sínar upplýsingar fyri seg sjálvan, og tað ber eisini væl til. Tað avgerð hvør einstakur. At verja persónligar upplýsingar er eisini orsøkin til at eitt nú kirkjubøkurnar ikki eru atkomiligar fyrr enn tær eru í minsta lagi 80 ára gamlar. Hava fólk hinvegin hug at lata upplýsingar frá sær, ber tað eisini til, so tað eisini kann koma øðrum til góða. Nýtt kvøldskúlaskeið byrjar um hálvan oktober. Fýra undirvísingartímar eru eina ferð um vikuna í 20 vikur. Flestu luttakararnir eru tilkomin fólk, nøkur teirra fólk sum hava verið áður og onnur fyri fyrstu ferð. Tí er eisini rættiliga ymiskt hvørja vitan hvør einstakur hevur til ættina og sama við teldukunnleika. Men tað heldur Ingi ikki vera nakran trupulleiki, tí næmingatalið er ikki størri enn so, at væl ber til at hjálpa hvørjum einstøkum áleiðis. Ættargransking er ikki einasta frítíðar ítrivi hjá Inga. Hann hevur verið kassa meistari hjá eigarafelagnum á Norðasta Horni í útvið 30 ár, og nú er hann eisini komin upp í Kristiliga Sangkórið. Ikki bert at syngja, men sum tann telduserfrøðingur hann er, hevur hann eisini fingið ábyrgdina av at tasta nótar inn í eitt telduforrit. Endamálið er millum annað at gera mp3-fíl at leggja á heimasíðuna, so sangararnir kunnu hoyra ta stemmuna tey syngja. Og so dámar honum eisini sera væl at koyra motorsúkklu. Hann hevur ikki færri enn tvær. Báðar Yamaha, onnur frá 1977 sum er eitt japanskt kopi av víðagitnu Triumph Bonneville. Hin eitt stórdýr, má sigast. Ein langtúrasúkkla við 1200 kubikk og vatnkøldum motori. Har er radio, sendari, cd-spælari og samtaluanlegg millum førara og ferðafólkið. Vektin ikki minni enn 348 kilo. Eitt frálíkt ítriv í mun til innandura telduarbeiði, heldur Ingi Ellingsgaard. Tign á tingi Í Starvsblaðnum í vár varpaðu vit ljós á hugtakið whistleblowing og týdningin av, at vit fáa eina skipan, har starvsfólk kunnu boða frá møguligum óreglusemi á sínum arbeiðsplássi. Tí fegnast vit um at uppskot til samtyktar er lagt fyri løgtingið, sum skal slóða fyri eini skipan, sum tryggjar anonymitet og at starvsfólk kunnu varskógva, uttan at tað fær starvsligar avleiðingar fyri tey. Og hetta hevur verið sera aktuelt í hesum døgum. 4. november viðgjørdi løgtingið eitt misálitisuppskot frá andstøðuni. Framferðin í løgtinginum hendan dagin var lítið virðilig. Ítøkilig starvsfólkmál eiga ikki at verða drigin inn í eina politiska orrustu, soleiðis sum vit sóu tað hendan dagin í løgtinginum. Løgtingsins talarastólur, við víðkaðum talufrælsi, skal ikki verða brúktur til niðrandi orð og tónalag um starvsfólk. Starvsfólk sum heldur ikki hava møguleika at verja seg í salinum. Høviskur og virðiligur málburður eigur eisini at vera ein sjálvfylgja á tingsins røðarapalli. Ítøkilig starvsfólkmál, sum kunnu innihalda trúnaðarupplýsingar, hoyra ikki heima á einum røðarapalli, sum skal umboða fólkaræði og rættartrygd. Og tað er á ongan hátt í lagi, at vanligir borgarar ella starvsfólk verða umrødd í eini tingviðgerð. Løgtingsformaðurin, sum eigur at vera garantur fyri, at etisku reglurnar fyri politisk stríð verða hildnar, var ikki á varðhaldi og talaði ikki at. Og hetta er bæði undrunarvert og átaluvert, tí hann skal tryggja at tign og siðiligur málburður valda innan tinggátt. Tað gekk sjón fyri søgn, at ein whistleblow skipan má setast í verk ongantíð ov skjótt. Øðrvísi býti av ágóðunum Jólini eru aftur í hondum. Óskiljandi og satt, at tíðin rennur sum streymur í á. Hvar fara dagarnir og hvat fáa vit burturúr døgunum, okkum eru givnir? Altjóða barnarættindadagur var 20. novembur. Samstundis var enn einaferð varpað ljós á, at herheima eru mong børn, ið liva í fátækraváða. Í Føroyum. Tað er alneyðugt at gerðir verða settar handan orð. Alneyðugt at vit býta ágóðarnar øðrvísi og gera átøk, ið koma børnunum, okkara framtíð, til góða. Okkum tørvar lóg, ið millum annað tryggjar familjum, ið búgva til leigu, ein bústaðarstuðul. Danska orðið er boligsikring og enn hava vit valla nakað greitt heiti fyri slíkan stuðul, og tað sigur ikki so lítið. At hækka ískoytið til stakar uppihaldarar hevði munað væl hjá sperdu familjunum, umframt at fíggjarligur stuðul til frítíðarítriv, eisini kundi verið nýtt og gagnligt átak. Í røðu síni á ólavsøku gloppaði løgmaður dyrnar fyri, at skattalættar fóru at verða givnir lág- og miðalløntum. Vit hómaðu ein glotta og vilja at smalka tær gjáir, ið skeivt fíggjaði og ójavnt býtti flatskatturin hevur havt við sær. At ein vilji var at býta ágóðarnar øðrvísi. Tað skal loysa seg at arbeiða fyri øll. Tá uppskotið til fíggjarlóg so varð lagt fyri Tingið í oktobur mánaði, gjørdi fíggjarmálaráðharrin greitt, at tað ikki var rúmd fyri skattalækkingum til lág- og miðallønt. Tað skuldi tískil ikki loysa seg betur at arbeiða fyri tey við lægru inntøkunum. Framvegis bert loysa seg, um tú sum lág- og miðalløntur arbeiðir meira, væl meira enn tín fulla arbeiðsbrøk. Og hvussu hongur hetta saman við familjulívi og teimum álvarsomu tølum fyri strongd, ið kanning okkara, og somuleiðis døpru forsagnir WHO bera boð um? Enn er fíggjarlógin ikki samtykt. Enn er møguligt at smalka gjáirnar og býta ágóðarnar øðrvísi og vísa vilja at vilja øllum væl. Og tað vilja vit staðiliga mala løgtinginum til. Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt fjálgt og góðvilja nýggjár. Ein fólksligur kunningar- og mentanarberi. Ein frístaður frá dagliga meldrinum, har øll eru vælkomin, uttan kostnað, og uttan at verða díkt undir av alskyns handilsligum, politiskum ella átrúnaðarligum sjónarmiðum og tilboðum. Tað er bókasavnið, har tú í friði og náðum kann taka til tín alt tað, sum hesin almenni fólksins tænari hevur at bjóðað. Malan Hilmarsdóttir, sum hevur starvast sum bókavørður á býarbókasavninum í Havn í nærum 30 ár, heldur tað hava alstóran týdning at kunna bjóða fólki tílíkar almennar grundtænastur, og kann bert fegnast um at fólk, í alt størri mun, hava tikið býarbókasavnið til sín. Hon heldur kortini, at hugburðurin til bókasøvn er helst ikki eins inngrógvin her hjá okkum enn, eins hann er eitt nú í grannalondunum, men tað gongur tann vegin. Eftir lokna útbúgving í Keypmannahavn sum bókavørður, fekk Malan starv á býarbókasavninum í Havn. Har starvast hon framvegis. Hon hevur barnabókasavnið sum sítt serliga ábyrgdarøki. Hinvegin eru tey ikki fleiri bókavørðar enn so, at tey virka øll á meira ella minni øllum økjum. Nýggjar bøkur Malan greiðir frá, at tey leggja stóran dent á at vera so dagførd sum gjørligt. Hvørja viku hava tey sonevndan bókafund, har tey gera av hvørjar nýggjar bøkur tey skulu útvega sær við støði í teimum yvirlitum tey fáa yvir bøkur serliga á donskum og enskum máli. Hóast bókasavnið kann útvega sínum lesarum og lánarum nýggjastu bøkurnar, heldur hon ikki at tey eru í kapping við bókahandlarnar. Heldur tvørturímóti, tí tess meira atkomilig og kend ein bók er, tess størri er áhugin millum fólk fyri bókini um tað so snýr seg um at lána ella keypa hana. So hvørt ein føroysk bók kemur út, ogna tey sær nøkur eintøk. Tí kanst tú altíð finna allar føroysku bøkurnar á býarbókasavninum í Havn. Øðrvísi lesistova Gamla myndin vit hava av lesistovuni, har ikki var lukkuligt at tala orð, og fólk helst skuldu ganga á leistum, er broytt til eitt meira livandi og fólksligt umhvørvi. Nú sita fólk við einum kaffimunni og hugna sær við føroyskum eins og útlendskum dagbløðum, alskyns tíðarritum, sum eru fleiri enn hundrað ymisk í tali, eins og øðrum lesnaði. Tað eru tey sum vitjað har sum dagligir gestir, og tað tykist bert sum at vinda uppá seg. Ikki minst eftir at býarbókasavnið, við inngongd á veghædd í gongugøtuni, gjørdist meira sjónligt í býarmyndini. Talið á vitjandi í so máta økist rættiliga nógv tá útisetar koma heim í summarfrí og jólafrí. Malan sigur, at hetta, við einum meira opnum lesistovuumhvørvi er eitt rák, sum kom fyri árum síðani, og tað fara tey eisini at halda fram við. Men umframt hetta kundu tey eisini hugsað sær eina lesistovu, har fólk kundu latið hurðina eftir sær, og sitið meira í friði. Mong lesa fakbøkur Útlánsparturin er, sum vera man, nógv hin størsti, og er býttur upp í ymisk øki. Malan greiðir frá, at gravgangur er framvegis eftir skaldsøgum, ikki minst krimi, men áhugin fyri fakliga partinum er nógv øktur síðstu árini. Serliga eru tað næmingar frá miðnámsskúlunum, ið leita eftir tilfari til verkætlanir og uppgávur. Harafturat bjóðar Fróðskaparsetrið nógvar lestrarmøguleikar, og mong eru tey, sum lesa á netinum, og tað leggja tey á býarbókasavninum sær eisini í geyma, tá tey útvega sær nýggjar bøkur. Malan ásannar tó, at býarbókasavnið í Havn er ikki stórt í alheims høpi, og kann tí ikki hava allar hugsandi bøkur til taks. Tí kemur teirra góða samband við donsku bókasavnsnetskipanina teimum til góða, tí har síggja tey hvørjar bøkur donsk bókasøvn hava, og kunnu bíleggja og hava hesar eftir eini viku ella so. Er onkur, sum hevur brúk fyri eini bók, sum tey ivast í um bókasavnið hevur í sínum goymslum, er gott hugskot at bíleggja hesa í góðari tíð. Fjølbroytt virksemi Løgtingslógin um bókasøvn sigur hvussu eitt bókasavn skal virka. Fyrsta endamálið er, at bókasavnið skal fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi. Sostatt sigur lógin, at bókasavnið eisini hevur aðrar uppgávur enn at útvega fólki bøkur. Hetta seinasta vindur eisini uppá seg. Eitt nú hava tey í løtuni fimm lesiringar og skipa av og á fyri lesikafé, har rithøvundar koma at lesa úr egnum verkum og greiða frá. Malan sigur, at til hesi tiltøk koma fólk úr øllum aldursbólkum, men mannfólkini eru fá, um ikki okkurt evni er á skránni, sum hevur teirra heilt serliga áhuga. Einaferð um mánaðin skipar bókasavnið fyri bindikafé, har kvinnur koma saman at binda og hugna sær. Okkurt serligt evni er eisini á skránni hvørja ferð. Barnabókasavnið er ikki hin minst týðandi parturin av virkseminum á býarbókasavninum, og har hendir bæði mangt og hvat. Eina tíð hevur Rógvi Dam vitjað ein leygardag hvønn mánað, har hann lesur og leikar okkurt ævintýr, og tað dámar børnunum sera væl. Í sambandi við høgtíðirnar skipa tey fyri onkrum serligum. Og nú til jóla er sjálvandi jólaklipp á skránni. Vanliga er stúgvandi fult av foreldrum við børnum til hesa tiltøk, serliga leygardagar tá fólk vanliga hava frí. Malan greiðir frá, at tey keypa nógv til børnini. Peikibøkur og myndabøkur til tey smæstu og á sama hátt ymiskt lesitilfar til ymiskar aldursbólkar. Tað er av alstórum týdningi at venja børnini frá smáum av, at á bókasavnið er gott at koma, tí tá er sannlíkt at tey koma aftur sum eldri, heldur Malan. Øll kunnu lána ljóðbøkur Umframt allar føroyskar, hevur bókasavnið eisini eitt stórt úrval av donskum ljóðbókum, umframt eitt rættiliga stórt úrval av filmum. Fyrr var tað so, at bert sjónveik fingu loyvi til at læna ljóðbøkur, men nú kunnu øll læna hesar bøkur. Malan greiðir frá, at nógv eldri fólk læna ljóðbøkur. Síðstu árini er tó talið av ungum, ið læna ljóðbøkur, nógv vaksið. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tess. Tað eru tey, sum eru sjónveik ella lesivek, men tað eru als ikki bert hesi, sum velja eina ljóðbók fram um eina vanliga. Tey eru ikki so fá, sum hava langan veg til arbeiðis, og tá er høgligt at seta bókafløguna í fløguspælaran í bilinum, og soleiðis njóta bókligu upplivingina ávegis til arbeiðis. Millum 20 og 25 ljóðbøkur koma út á føroyskum um árið. Bílegg á heimasíðuni Býarbókasavnið hevur eina sera brúkaravinarliga og altíð dagførda heimasíðu, har ein partur er ein grunnur, har tú kann bíleggja við tínum bókasavnskorti. Bíleggur tú á hendan hátt og býr í Havn, liggur bókin klár til tín á bókasavninum. Fólk, ið búgva langt frá Havnini, kunnu fáa bøkurnar sendandi við postinum. Á heimasíðuni verður eisini greitt frá tí tey kalla Bókaberin, og hvør kann brúka hesa tænastu. Skipanin er fyri øll, sum vegna drúgva ella varandi sjúku, rørslubrek ella aðra orsøk, ikki kunnu koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey. Fyri at brúka Bókaberan skalt tú búgva í Tórshavnar kommunu. Fyrr í ár gjørdist býarbókasavnið partur av danskari tænastu soleiðis at til ber at taka niður á tína egnu teldu filmir, ljóðbøkur og e-bøkur. Opið um kvøldið Sum er, hevur býarbókasavnið í Havn opið gerandisdagar frá kl. 10 til 18 og leygardagar frá kl. 10 til 14. Malan sigur, at hesar tíðir kunnu vera óhøgligar fyri tey, sum hava sítt dagliga arbeiði at røkja. Tí hava tey ætlanir um at økja upplatingartíðina onkrar dagar eitt sindur út á kvøldið. Nýggju upplatingartíðirnar koma helst í gildi eftir nýggjár. Misnýtsla av sáttmálanum Í skrivandi stund eru fyrireikingarnar til samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag farnar í gongd, og vit hittast skjótt til fyrsta fundin. Sáttmálarnir millum FAG og Føroya Tele og Posta eru uppsagdir til 1. januar, og nýggir skulu undirskrivast áðrenn tann dagurin kemur. Tað er í hvussu so er málið. Hetta er ein afturvendandi uppgáva hjá nevndini umleið annaðhvørt ár, alt eftir hvussu langar sáttmálar vit gera. Eisini er hettar nokk tann mest spennandi parturin av nevndararbeiðinum. Tað er undir samráðingum, at vit veruliga skulu vísa okkara virði fyri limunum, og kunnu samráðast fyri betri arbeiðskorum hjá teimum. Hettar at samráðast er sum at leggja steinar uppá ein veldigan varða. Varðin var grundlagdur við teimum fyrstu fakfeløgunum, sum dittaðu sær at berjast fyri teimum mest basalu rættindunum hjá arbeiðandi fjøldini. Síðani tá hava tey, sum komu aftaná hesi fyrstu, lagt steinar afturat fakfelagsvarðanum, og hann er við tíðini blivin stórur, sterkur og sera týðandi í samfelagnum. Tað er við stórari virðing fyri verandi sáttmála og rættindum, at man fer til samráðingar. Sáttmálin má við tíðini tillagast samfelagsgongdini, og ásetingar mugu broytast. Tað er av størsta týdningi, at man tá tryggjar sær, at broytingarnar veruliga eru til fyrimuns fyri limirnar og ikki máa støði undan øðrum áður vunnum rættindum. Havast skal í huga hvørjir steinar stuðla hvørjum, so at samlaða verkið er støðufast. Tað, sum eg vil fram til við hesum er fylgjandi. Vit arbeiða víðari við einum arbeiði og einari rørslu, sum langt síðani er byrjað. Limir okkara njóta gott av, at arbeiðararørslan er vaksin til tað, hon er í dag. Takka verið okkara undangongumonnum og kvinnum. Tá man gerst limur í fakfelagnum, so fær man beinanvegin lut í hesum stórarbeiði, og kann vera vísur í, at tað sum stendur í sáttmálanum skal yvirhaldast. Bæði av arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Ein dómur sagdur í Europeiska Mannarættindadómstólinum í 2006 avgjørdi, at einhvør hevur rætt til at velja ikki at vera limur í fakfelagi. Vit hava fakfelagsfrælsi. Hettar hevði við sær, at fakfeløg ikki longur kundu krevja, at fólk í ávísum størvum skuldu vera limur júst hjá teimum. Fakfelagsfrælsi merkir, at starvsfólk hava rætt til at skipa seg í feløg, men tað merkir eisini, at starvsfólk hava rætt til at standa uttanfyri feløgini, vilja tey tað. Hetta, at tú hevur rætt til at standa uttanfyri, og kanska skipa títt egna felag, merkir kortini ikki tað sama, sum at tú hevur rætt til at samráðast og at gera sáttmála við arbeiðsgevaran. Tann rættin hava ávís feløg, millum annað Starvsmannafelagið, vunnið sær, og arbeiðsgevararnir hava ikki skyldu at samráðast við ein og hvønn. Tað merkir, at hevur eitt fakfelag vunnið sær sáttmála fyri eitt ávíst øki, so hevur arbeiðsgevarin skyldu at halda sáttmálan fyri øll starvsfólk í sáttmálaøkinum. Sáttmálin er galdandi fyri øll, bæði limir og tey, sum ikki eru limir. Starvsfólk kunnu sostatt fáa fyrimunirnar og ágóðan av sáttmálanum, uttan at vera limir og gjalda limagjald til felagið, sum hevur gjørt sáttmálan. Hettar er ómetaliga órættvíst. Sum áður nevnt, so er sáttmálin eitt úrtslit av einum longum og áhaldandi stríði, og skal tað veruliga bera til, at njóta fruktirnar uttan at vera við í felagsskapinum og uttan at gjalda so mikið sum eitt oyra í limagjaldi? Har er okkurt galdið. Eg unni einum og hvørjum góð arbeiðskor. Men ikki uppá handan mátan. Um man vil brúka okkara sáttmála, so eigur man at gjalda fyri tað. Hesa skipan hava íslendingar. Líka mikið um tú er limur ella ei, so skal tú gjalda fyri brúk av sáttmálanum, sum eisini gevur góða meining. Tá kann tú velja at vera uttanfyri felagsskapin, men samtíðis við góðari samvitsku arbeiða eftir galdandi sáttmála, og njóta gott av, at hesin regluliga verður dagførdur. Hjá okkum er tað soleiðis, at tey, sum ikki vilja vera limir, arbeiða eftir okkara sáttmála uttan at gjalda nakað fyri tað. Og tað verður mett at vera í fínasta lagi. Tað sær ein og hvør, at hettar ikki er í ordan. Tað svarar til, at eg kann velja, at lata vera við at gjalda fyri streymin í húsinum. Kaðal er lagdur út og útgerð sett upp, so eg velji bara at knýta meg uppá hetta vælvirkandi netið uttan at gjalda til eigaran. Hini gjalda, og tað riggar fínt. Eg hevði ynskt mær, at arbeiðsgevarin eisini sá hendan trupulleikan, og at vit í felag loystu hann. Loysnin tey hava í Íslandi riggar væl, og eg hevði vilja havt okkurt líknandi á okkara arbeiðsmarknaði. Sáttmálin er varðin, vit í felag hava laðað við stríð og strev, og hann er ómetaliga virðismikil. Um man vil arbeiða eftir honum, skal man sýna honum virðing og gjalda fyri nýtsluna. Starvsmannafelagið stuðlar varskógvaraskipan Felagið heldur, at ein skipan, har starvsfólk dulnevnt kunnu boða frá óreglusemi, kann vera ein fyrimunur fyri bæði starvsfólk og arbeiðspláss. Tørvur er á at fáa setta í verk eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá landi og kommunum. Tað heldur Kristina Háfoss, sum í uppskoti til samtyktar vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um, saman við kommununum, at seta eina anonyma varskógvaraskipan í verk. Sambært Kristinu Háfoss tora nógv starvsfólk ikki at fráboðað óreglusemi, tí tey óttast avleiðingarnar. Tískil má gerast ein skipan, sum bæði tryggjar, at óreglusemi verður fráboðað og sum verjir varskógvaran. Land og kommunur eiga saman at nágreina, hvussu ein varskógvarskipan skal skipast í Føroyum, sigur løgtingskvinnan, sum mælir til, at varskógvaraskipanin verður sett í verk í 2015. Starvsmannafelagið stuðlar Eingin ivi er um, at tíðin er búgvin til at eisini vit í Føroyum umhugsa hvørt vit skulu seta í verk skipanir í Føroyum, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið er millum teirra, sum hava reist spurningin um eina varskógvaraskipan í almennu fyrisitingini. Í blaðnum, sum kom í summar, varpaðu vit ljós á hugtakið whistleblowers við dømum úr Føroyum og uttan úr heimi. Har varð millum annað víst á, at føroyska fyrisitingin er rættiliga afturlatin í mun til í grannalondunum og at tað valdar ein tøgnmentan í fyrisitingini. Um verandi skipan ikki er nóg góð trygd fyri, at opinleiki og gjøgnumskygni er, og um mentanin er at tiga heldur enn at tala at, tá ið ivasom viðurskifti stinga seg upp á arbeiðsplássinum, so mugu vit hugsa um aðrar loysnir, sigur Selma Ellingsgaard. Sambært løgtingsins umboðsmanni hava starvsfólk hjá tí almenna ikki bert rætt, men eisini skyldu at boða arbeiðsgevaranum frá, um tey vita um ivasom viðurskifti á arbeiðsplássinum. Tað er tó lættari sagt enn gjørt, tí royndirnar vísa, at fráboðanir um óreglusemi lættliga kunnu fáa starvsligar avleiðingar fyri varskógvaran. Tí er tað umráðandi, at vit fáa eina skipan, sum tryggjar, at starvsfólkini tora at boða frá slíkum viðurskiftum, sum tey hava beinleiðis skyldu til at gera, sigur Selma Ellingsgaard. Tey, ið finnast at skipanunum hava víst á, at skipanirnar kunnu verða misnýttar av starvsfólkum at smetta um hvønn annan og seta starvsfelagar í ringt ljós. Hetta skal mann sjálvandi ansa eftir. Fyrimunurin við eini navnleysari varskógvaraskipan er tó størri enn møgulig vandamál, sum tað eigur at bera til at avmarka, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 100 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 200 krónur um mánaðin. Samráðingarnar byrjaðar við Føroya Arbeiðsgevarafelag Samráðingarnar at gera nýggjar sáttmálar fyri limirnar í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele byrjaðu í nýggja Vinnuhúsinum á Óðinshædd mikudagin 19. november. Samráðingarnar eru millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er sáttmálaparturin á arbeiðsgevarasíðuni. Sáttmálarnir við Føroya Arbeiðsgevarafelag um ávíkavist Posta og Føroya Tele fara úr gildi 1. januar. Talan er um tvey ára sáttmálar, sum hava virkað síðani 1. januar 2013. Starvsmannafelagið hevur í løtuni 210 limir, sum starvast á Føroya Tele og Posta. Eftir ætlan skuldu partarnir handa hvørjum øðrum krøvini 28. november, t.v.s eftir evstufreist hjá Starvsmannablaðnum. Eysturlon á Velbastað átti lægsta boðið og vann í kapping við trý onnur feløg, tá ið lisitatiónin varð hildin tíðiliga í oktober. Og mánadagin 17. november varð sáttmáli um høvuðsarbeiðstøku undirskrivaður við Eysturlon. Høvuðsuppgávan verður at útbyggja og umbyggja ognina í millum annað Winthersgøtu 2, sum var annar av bygningunum í Vørðsluni, har sjónvarpið húsaðist í mong ár. Harafturat er sáttmáli gjørdur um at endurnýggja fasadurnar og at innrætta bygningin í J.H. Schrøtersgøtu 9 av nýggjum. Sambært sáttmálunum fer arbeiði at kosta góðar 13 milliónur krónur. Hervið er startskotið av álvara loyst av fyri verkætlanini, at gera eitt spennandi nútímans fakfelagshús mitt í Havn. Gamli SVF bygningurin Starvsmannafelagið keypti fyri fáum árum síðani annan av bygningunum í Vørðsluni, har sjónvarpið húsaðist. Avtala varð gjørd við Arkitektar 99 um projektering, sum varð liðug seinasta summar. Arbeiðini vórðu boðin út í almenna lisitatión eftir summarfrítíðina, og lisitatiónin varð hildin 10. oktober 2014. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja 1. desember, og gongst sum ætlað verður arbeiðið liðugt um ársskiftið næsta ár. Ætlanin er at nýggi bygningurin skal vera karmur um virksemi hjá fakfelagsrørsluni. Miðað verður eftir, at fakfeløg skulu leiga seg inn í bygningin og at tey kunnu samstarva um ymiskar funktiónir og tænastur. Umframt nógvar skrivstovur fer bygningurin eisini at hýsa einum auditorium, har møguleiki verður at hava fyrilestrar, ráðstevnur og onnur størri tiltøk. Tá leiðslan leypir álitisfólkini um Almenn starvsfólk. Sambært sáttmálanum skulu álitisfólkini takast við í avgerðartilgongdina so tíðliga sum til ber, tá ið starvsfólk í almennum starvi verða søgd úr starvi. Tíverri hendir tað meira enn so, at arbeiðsgevarar leypa álitisfólkini um, so at tey ikki fáa tann leiklut teimum er tilætlaður í uppsagnarmálum. Tað er stjórin sum eigur seinasta orðið á arbeiðsplássinum. Hetta kallast leiðslurættur. Men leiðslurætturin er ikki óavmarkaður. Sáttmálarnir hava fleiri ásetingar, sum skulu tryggja, at starvsfólkini verða tikin við uppá ráð, tá ið leiðslan tekur avgerðirnar. Til dømis í sambandi við uppsøgn. Hoyring fyri starvsfólk Sambært sáttmálunum við landið og kommunurnar skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarðandi deild, so skjótt tað gerst greitt, at talan kann gerast um at siga fólki upp, til dømis tí at stovnurin má spara. Hugsanin er, at álitisfólkini verða tikin við í tilgongdina so tíðliga, at tey fáa veruligt høvi at ávirka málið í góðari tíð. Talan er sostatt um eitt slag av framskotnari hoyring - fyri álitisfólkini - áðrenn tað kemur har til, at ætlanarskriv um uppsøgn verður sent starvsfólkinum og felagnum til hoyringar. Hetta er eisini mannagongdin, sum er ásett í vegleiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn, sum er galdandi fyri starvsfólk hjá landinum. Álitisfólkini lopin um Tíverri upplivir Starvsmannafelagið meiri enn so, at álitisfólkini verða lopin um og verða ikki hoyrd í uppsagnarmálum, soleiðis sum sáttmálin sigur. Viðhvørt verða tey bert kunnað um, at leiðslan hevur tikið avgerð um at senda starvsfólkum ætlanarskriv. Tað kann til dømis vera dagin fyri ella fáar dagar áðrenn ætlanarskriv verða handað. Onkuntíð verða tey lopin heilt um. Fáa einki at vita og heldur ikki høvi at koma á fundin, tá ið ætlanarskrivið um uppsøgn verður handað. Týðandi verja Hoyringsrætturin hjá álitisfólkunum hevur stóran týdning. Starvsmannafelagið upplivir tíverri alt ov ofta, at arbeiðsgevarar ikki hava gjørt sær nóg góðan ómak at kanna, um tað finnast aðrir útvegir enn at siga fólki upp. Hetta hava arbeiðsgevarar skyldu til, tí sambært fyrisitingarrættinum mugu almennir myndugleikar ikki taka harðligari stig enn neyðugt. Hetta kallast fyrisitingarliga markreglan. Og her kemur hoyringsrætturin hjá álitisfólkinum inn í myndina. Álitisfólkini skulu ikki vera við til at peika út fólkini, ið skulu hava ætlanarskriv um uppsøgn. Tað avgerð leiðslan. Men álitisfólkini skulu vera við til at tryggja, at alt er gjørt til tess at vita, um til ber at sleppa undan uppsøgnum ella at avmarka tær. Hvussu við natúrligari fráfaring? Eldrapolitikki? Parttíðarstørvum? Niðursettari tíð? Umrokeringum? Leiðslan skal taka málið upp við álitisfólkið, diskutera tað við álitisfólkið, lurta eftir hvat ið álitisfólkið hevur at siga, taka skilagóðar viðmerkingar við í viðgerðina og møguliga broyta ætlan. Er forarbeiði væl úr hondum greitt, er eisini sannlíkt, at málini venda rættari, tá ið ætlanarskriv um uppsøgn verða send út til hoyringar. Møguleikarnir fyri grundleggjandi feilum og seinni kærum, sum eru bæði drúgvar og tíðarkrevjandi, minka. Gjørt vart við seg Starvsmannafelagið hevur gjørt Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum varug við trupulleikan. Sáttmálapartarnir eru samdir um, at sáttmálin gevur starvsfólkunum ein hoyringsrætt, sum skal virðast. Trupulleikin kann vera, at stovnsleiðararnir ikki eru nóg tilvitaðir um hoyringsrættin hjá álitisfólkunum. Tí hevur Starvsmannafelagið heitt á Lønardeildina og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at minna stovnsleiðslurnar á hoyringsrættin hjá álitisfólkunum. Hugnakvøld í Starvsmannafelagnum Sum siður er vórðu hurðarnar í hølum Starvsmannafelagsins aftur í heyst latnar upp á víðan vegg fyri limum felagsins. Umleið 70 limir høvdu boðað frá luttøku til árliga hugnakvøldið. Og talið var ikki minni, tá ið vit sessaðust við tey hugnaligu og prýddu borðini um hálvgum átta tíðina. Sum siður er var spurnakapping á skránni, sum Niels á Reynatúgvu, nevndarlimur í felagnum, enn einaferð skipaði fyri við kønari hond. Tað stóð á jøvnum millum borðini hjá Fíggjarmálaráðnum og borðið hjá læknaskrivarunum, og eykaspurningur mátti til fyri at avgera dystin. Og tá drógu tey í FMR longra stráið. Myndin søst niðast til høgru. Jens Marni Hansen sang og spældi meðan vit fingu okkum ein lættari bita við mandlurísi omaná. Eisini fingu vit kaffi og annað gott at drekka. Felagssangurin gekk lystiliga og farið varð væl um midnátt, áðrenn tey seinastu takkaðu fyri seg. Hugnakvøldið er eitt gott høvi hjá arbeiðsplássum í sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum at koma saman at hugna sær saman við starvsfeløgunum. Sum felag fegnast vit um, at fleiri av okkara limum seta hetta kvøldið av til gaman og hugna í hølum felagsins. Jólafrøi og ella øði Jólini stunda til. Høgtíðin vit í kristna heiminum, síðan umleið ár 300 eftir okkara tíðarrokning, hava hátíðarhildið, nevniliga føðing Jesusar jóladag 25. desember. Tá varð fagnað, at nú gekk móti ljósari tíðum. Kirkjufedrarnir vóru pragmatiskir og løgdu føðing Jesusar um somu tíð. Hóast 1700 ár eru gingin, hava jólini varðveitt veitsludámin. Tá Jesus var føddur jólanátt, komu einglar til hirðarnar á markini og boðaðu frá, at okkum er í dag ein frelsari føddur og friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Hvussu verið hevur við friðinum og tokkanum man vera so sum so. Tó viðhvørt hevur mann roynt at virt jólafriðin. Tað sigst, at undir fyrra veraldarbardaga, har hermenn í túsundatali lógu í skotgrøvum í Norðurfraklandi og royndu at drepa hvønn annan, løgdu teir jóladag vápnini og hildu eitt slag av jólum í felag. Fóru síðan aftur hvør til sína skotgrøv at myrða víðari. Meg minnist, at undir Vietnamkrígnum vóru í øllum førum onkur ár vápnahvíld, ongar bumbur og onki napalm. Og hvussu er tað við jólafriðinum og frøini hjá okkum? Eg haldi ikki, tað er at siga ov nógv, at tíðin undan jólum man verða tann strævnasta á árinum í flestu familjum. Jólahaldið byrjar miðskeiðis í november. Býir, bygdir og handlar verða jólaskrýdd, jólatrø í býum og bygdum verða tendrað, og so byrja jólahaldini. Lat meg byrja við børnunum. Jólatræsveitslur verða hildnar í vøggustovum. Nógvar jólakonsertir verða eisini hildnar kring landið. So eru tað øll jólaborðhaldini. Tey byrja eisini í november, og skulu tey flestu til í minsta lagi 2 jólaborð. Skonkt verður í flestu av hesum veitslum, so nógv eru ofta tung dagin eftir, og hýrurin heima er viðhvørt ikki tann allarbesti. Og síðan er tað alt, sum skal verða klárt til jóla. Reingerð, jólamatur,jólakøkur og drekka, jólakalendari við 24 gávum til hvørt barnið, og seinast, men ikki minst, allar jólagávurnar skulu keypast ella virkast. Tað tykist, sum gávurnar skulu vera alt dýrari og fínari. Danska hugtakið, at tað er tankin ið telur, telur ikki rættiliga við longur. Og so upprennur tann stóri dagurin, sum nú er jólaftan. Matur skal gerast, gávur berast út, onkur skal hava vitjan og grann og ljós leggjast á gravir. Fari verður í kirkju. Endaliga verður etið, træið tendrað og gávurnar pakkaðar upp. Tá alt er liðugt eru øll móð. Jóladagur, sum jú er sjálvur føðingardagurin, verður nokk hjá nógvum brúktur at hvíla seg í. Men allur hesin meldurin hevur sína døkku síðu. Nógv hava ikki hava ráð til alt tað, sum jólahaldið krevur. Samanumtikið kenni eg tað, sum sita vit á eini karusell, sum koyrir skjótari og skjótari, men tað eru tað fleiri sum undan mær hava sagt, so hesin dansurin um gullkálvin fer ivaleyst at halda fram. Hetta er ikki bert serstakt fyri jólini. Vit liva í einum brúkarasamfelagi, sum krevur, at alt skal ganga skjótari og skjótari. Vit skulu keypa, brúka og blaka burtur, til tess at hjólini kunnu halda fram við at mala. Jólasølan er ein hornasteinur hjá handilslívinum, bæði hjá okkum og aðrastaðni. Stór lýsingartiltøk og annað mangt syrgja fyri, at vit ikki loypa av karusellini ella úr dansinum. Nú kann tykjast, sum mær ikki dámar jólini. Tað geri eg hóast alt, men við máta. Fyri at royna at lýsa tað, fari eg at enda við hesum broti úr jólabrævi, sum fastur mín Jenny skrivaði til mín í 1978, tá eg helt míni fyrstu jól heiman. Jólini verða, sum tey plaga. Vit tendra eitt ljós, fara í kirkju, fara at vitja fólk og fáa vitjan. Mær dámdi so væl jólini hjá Jenny, tí har var so deiliga friðarligt, og sum hon eisini skrivaði hetta. Tú hevur ongantíð verið nakað jólabarn. Ikki stundir og førleikar at varða av sálarligum arbeiðsumhvørvi Sálarligt arbeiðsumhvørvi er ikki ein partur av arbeiðinum hjá Arbeiðseftirlitinum í dag. Førleikarnir eru ikki til staðar og raðfestingin er niðarlaga. At fyribyrgja vanlukkum hevur frá fyrsta degi verið høvuðsarbeiðið hjá arbeiðseftirlitinum. Hetta var lýst longu í fyrstu lógini um arbeiðaravernd, sum er frá 1974. Tá var sálarligt arbeiðsumhvørvi ikki á nakran hátt partur av lógini. Arbeiðið hjá okkum snýr seg bert um fysiskt arbeiðsumhvørvi. Vandar, sum kunnu standast av maskinum og øðrum amboðum, sigur Leivur Persson deildarstjóri á Arbeiðseftirlitinum. Sjálvt um nýggj lóg er komin á økinum við heitinum lógin um arbeiðsumhvørvið, og lógin skal eitast at lýsa arbeiðsumhvørvi í breiðari høpi og gera arbeiðsumhvørvið til eitt breiðari hugtak, so er arbeiðseftirlitið enn bara ein tekniskur eftirlitsstovnur. Vøkur orð Meginparturin av arbeiðinum hjá arbeiðseftirlitinum verður skipa í kunngerðum, men kunngerðirnar eru gamlar og taka ikki sálarliga arbeiðsumhvørvið við. So at siga allir politiskir flokkar hava av og á seinastu 30 árini tikið sálarliga arbeiðsumhvørvið upp á tungu, men kortini er hetta ikki á nakran hátt vorðið ein natúrligur partur av arbeiðinum um at verja og bøta um arbeiðsumhvørvið sum heild. Seinasta roynd at hála sálarliga arbeiðsumhvørvið longur upp í raðfestingarnar varð gjørd í løgtinginum 23. oktober í ár. Tá legði javnaðarflokkurin fram uppskot um at broyta endamálið við lógini um arbeiðsumhvørvið. Endamálið við verandi lóg er at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi. Uppskotið er at taka sálarliga arbeiðsumhvørvið beinleiðis upp í endamálið, so lógin í framtíðini skal virka fyri einum tryggum, bæði likamligum og sálarligum, arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsumhvørvið í Føroyum haltar samanborið við londini kring okkum, tí í Føroyum hevur dentur mestsum bert verið lagdur á arbeiðið við fysiska arbeiðsumhvørvinum, verður sagt í viðmerkingunum. Lógarbroytingin er nú til viðgerðar í vinnunevndini í løgtinginum. Javnaðarflokkurin vil við uppskotinum styrkja sálarliga arbeiðsumhvørvið, so arbeiðseftirlitið eisini skal varða av sálarligu arbeiðsheilsuni hjá starvsfólki, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Upprit á veg Deildarstjórin á Arbeiðseftirlitinum staðfestir, at í løtuni eru hvørki førleikar ella pengar til at taka sálarliga arbeiðsumhvørvið inn sum part av arbeiðinum hjá Arbeiðseftirlitinum. Vinnumálaráðið hevur biðið Arbeiðseftirlitið um eitt upprit um, hvussu Arbeiðseftirlitið kann skipast, so eisini sálarliga arbeiðsumhvørvið verður raðfest á stovninum. Leivur Persson nevnir, at fyrsta stigið fyri at kunnu raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið er at uppbyggja ein fakligan førleika á stovninum. Okkara eftirlitsfólk í løtuni eru maskinmeistarar, ein verkfrøðingur og ein byggifrøðingur. Hetta eru ikki fólk við førleikum til at meta um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Eitt tað fyrsta stigið kundi verið, at sett ein sálarfrøðing, heldur hann. Men eisini á Arbeiðseftirlitinum stendur á við játtan. Hann sigur, at síðani 2006 er játtanin til Arbeiðseftirlitið lækkað. Næsta ár sær út til at játtanin hækkar nakað aftur, men ikki nóg mikið til at fleiri fólk kunnu setast til at taka sær av sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Í hinum Norðurlondum hava meiri teknisku eftirlitsfólkini lært eisini at meta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á einum arbeiðsplássi, so tey kunnu biðja onnur við størri førleika um at vitja arbeiðsplássi aftur, um tekin eru um, at sálarliga arbeiðsumhvørvið krevur bata. Arbeiðseftirlitið hevur bert fingið eina fráboðan um, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki var gott. Men vit kundu einki gera, tí vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera, sigur Leivur Persson. Hann vísir á, at onkrastaðni kann sálarliga arbeiðsumhvørvið vera so mikið ringt, at tað kann føra til fysisk óhapp ella vanlukkur, men í teimum førum kemur Arbeiðseftirlitið ikki fyrr enn óhappið ella vanlukkan er hend. Samstarv við onnur Eitt er, at Arbeiðseftirlitið helst skal seta fleiri eftirlitsfólk í starv, men neyðugt verður eisini at finna samstarv við serfrøðingar aðrastaðni í samfelagnum. Hann sær fyri sær eitt samstarv við Felagið føroyskir sálarfrøðingar. Leivur Persson viðgongur, at sálarliga arbeiðsumhvørvið er eitt øki, har neyðugt er at byrja heilt frá ongum, tí hóast sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur verið á skránni javnan, so er ongin førleiki nakrantíð bygdur upp. Ein vegur er at finna sálarfrøðingar, sum hava kunnleika um sálarligt arbeiðsumhvørvi, og Arbeiðseftirlitið góðkennir teir, so teir vera eitt slag av løggildum sálarfrøðingum, sum arbeiðspláss kunnu brúka. Strongd á arbeiðsplássum Javnaðarflokkurin vísir í viðmerkingunum til strongdkanningina, sum Starvsmannafelagið gjørdi herfyri. Kanningin vísti, at annar hvør limur í Starvsmannafelagnum hevði havt illgruna um strongd seinastu trý árini, og at fimti hvør limur hevði verið hjá lækna í sambandi við strongd. Hetta hevur við sær, at fleiri verða sjúkrameldað orsaka av vánaligum sálarligum umstøðum á arbeiðsplássinum. Leivur Persson heldur, at ein annar vegur at taka sálarliga arbeiðsumhvørvi í størri álvara, er at útbúgva trygdarumboðini betri til tann partin av arbeiðsumhvørvinum. Lógin um arbeiðsumhvørvi ásetur, at á øllum arbeiðsplássum skulu trygdarumboð vera, sum í samstarvi við leiðsluna skipa fyri tryggum arbeiðsviðurskiftum. Higartil hevur skipanin við trygdarumboðum rigga best á arbeiðsplássum, har beinleiðis vandi er fyri óhappum ella vanlukkum. Ikki øll arbeiðspláss hava í dag trygdarumboð. Men Leivur Persson heldur, at um øll arbeiðspláss høvdu trygdarumboð, hevði tað gjørt mun. Trygdarumboð eru í dag á skeiði í tveir dagar. Um sálarligt arbeiðsumhvørvi gjørdist partur av teimum skeiðunum, so var tað eisini ein vegur at varpa ljós á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Eyðkenni fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið Nógv ymisk viðurskifti hava við sálarliga arbeiðsumhvørvi á einum arbeiðsplássi at gera. Arbeiðsbyrða, viðurskiftini við stjóran, starvsfelagarnar ella kundarnar, arbeiðstíðir og nógv annað ávirkar, hvussu eitt arbeiðspláss riggar og sostatt eisini, hvussu sálarliga arbeiðsumhvørvið er. Her eru nøkur viðurskifti, sum ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið. Nógv at gera og tíðartrýst. Yvirarbeiði, ov fáir steðgir, trupult at sleppa at avspáka og nógv at gera, førir til eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk eru í vanda fyri at fáa strongd og kenna seg at steðga upp. Happing og seksuellur ágangur. Happing er, tá ein persónur javnan og leingi, ella grovt fleiri ferð, leggur eftir einum øðrum persóni og hann kennir tað særandi ella niðrandi. Seksuellur ágangur er eitt slag av happing. Høg kenslulig krøv. Tað krevst nógv av teimum, sum til dømis arbeiða við álvarsomum sjúkum, menningartarnaðum børnum ella sálarliga óstøðugum persónum. Hetta arbeiði kann kroysta medarbeiðarar sálarliga, um tey ikki kenna seg hava ávirkan á sítt arbeiði ella fáa ta hjálp og tann stuðul, sum tey hava tørv á. Lítlan stuðul og lítla afturmelding frá starvsfeløgum og leiðslu. Stuðul og afturmelding, bæði frá starvsfeløgunum og leiðslu, hevur avgerandi týdning fyri, um vit trívast á okkara arbeiðsplássi. Stuðul kann eitt nú vera hjálp til at raðfesta sínar arbeiðsuppgávur, at fáa tey røttu amboðini og kunna brúka bestu arbeiðshættir og eisini at verða tikin í álvara. Hoyra vit einki aftur, tá eitthvørt arbeiði er gjørt, kann tað hótta sálarliga arbeiðsumhvørvið. Høg krøv til uppmerksemi og miðsavnan. Í arbeiði, har nógv skal lesast, lurtast, minnast, tamarhald havast á nógvum, truplar avgerðir skulu takast og nýggjar loysnir skulu finnast, krevur tað serligt uppmerksemi og miðsavnan. Hetta krevur nógva orku og eru krøvini ov høg, kann strongd skjótt sníkja seg inn í arbeiðslívið. Ósemjur á arbeiðsplássinum. Á øllum arbeiðsplássum eru ósemjur og tvídráttir. Trupulleikarnir stinga seg vanliga upp, tá ósemjur flyta seg frá tí sakliga upprunanum. Slíkar ósemjur kunnu gerast niðurbrótandi og kunnu líkjast persónligum álopum. Harðskapur og hóttanir. Harðskapur kann vera bæði av likamligum og sálarligum slagi. Likamligan harðskap ber til at síggja. Sálarligur harðskapur sæst ikki beinleiðis, men kann vera hóttanir um harðskap antin móti persóninum sjálvum ella øðrum í familjuni. Skiftisarbeiði At arbeiða í skiftum ella í vaktum, tvs. áðrenn kl. 6 á morgni ella eftir kl. 6 á kvøldi, økir um vandan fyri strongd. Skeivar arbeiðstíðir ávirka natúrligu samdøgursgongdina hjá kroppinum. Ofta verður tíðin til sosiala samveru saman við øðrum uttanfyri arbeiðstíð eisini avmarkað. Viðurkenning Tað hevur týdning at fáa viðurkenning fyri sítt arbeiði. Tað veri seg hægri løn, betri starv ella starvstrygd. Ofta er tætt samband millum trivnað og heilsu og ta viðurkenning, sum man fær fyri sítt arbeiði. Ógreið krøv til arbeiði Tá krøvini til arbeiði draga í allar ættir, er ógjørligt at lúka tey øll, og tað setir medarbeiðaran í eina ótolandi tvístøðu. Ógreið krøv gera tað eisini ógjørligt at vita, hvat man skal liva upp til. Lítla ávirkan á egið arbeiði Ávirkan á egið arbeiði snýr seg um arbeiðsnøgd, steðgir og arbeiðstíðir, hvat man ger, hvussu og nær tær ymsu arbeiðsuppgávurnar vera loystar og hvørjum man arbeiðir saman við. Lítil ávirkan á egið arbeiði er ein av týdningarmestu orsøkunum til strongd ella sjúku, sum er knýtt at strongd. Vitan um broytingar Bygnaðarbroytingar og aðrar broytingar eru gerandiskostur á øllum arbeiðsplássum. Kunning í góðari tíð um broytingar gevur tryggleika og minkar um stúrni. Allir medarbeiðarar vilja gjarna síggja fyri sær, hvussu egnu viðurskiftini skulu broytast: nýggjar arbeiðsuppgávur, nýggj fólk at arbeiða saman við o.s.fr. Óvissa í starvinum Óvissa stingur seg upp, um ein ella fleiri medarbeiðarar halda, at teirra starv er í vanda. Tað kann vera stúring fyri at gerast arbeiðsleys, at alt verður vent á høvdið, at verða flutt til annað arbeiði. Óvissa rakar ikki bara tann einstaka medarbeiðaran, men ofta alt arbeiðsplássið. Strongd Strongd í hesum høpi er ovurspenningur og mishugur. Strongd er ikki ein sjúka í sjálvum sær, men áhaldandi strongd kann føra til sjúku, bæði likamliga og sálarliga. Ein medarbeiðari við strongd er oftari sjúkur og orkar verri at arbeiða. Fleiri bøkur, men færri eintøk Er nakað arbeiðspláss, sum av álvara er merkt av, at jólini eru í hondum, so er tað prentsmiðjan Føroyaprent, har tey umleið 30 starvsfólkini hava kýtt seg dúgliga at fóðra prentmaskinurnar, sum hava malið at kalla allan sólarringin seinastu vikurnar. Jón Hestoy, stjóri, greiðir frá, at talið á bókum, sum koma út undan jólum, er munandi økt hesi seinastu árini, men í flestu førum verða bøkurnar í dag prentaðar í munandi færri eintøkum enn áður. Ikki óvanligt, at ein bók ikki verður prentað í fleiri enn millum 100 og 150 eintøkum, men so eru eisini nakrar bøkur, sum koma í rættiliga stórum upplagi. Ein onnur broyting er, at sonevndu bókadagarnir hava gjørt, at bøkurnar verða prentaðar fyrr enn áður, tí allir útgevarar vilja, sum vera man, vera við á bókadøgunum. Tað eru tó ikki bert bøkur, sum tey á Føroyaprenti fáast við til jóla. Tey mongu lýsingabløðini fylla eisini almikið í gerandisdegnum, umframt so mangt annað, tey fáast við á prentsmiðjuni. Føroyaprent víðkar alsamt um sítt virkisøkið, og hevur serútbúgvin starvsfólk á mongum økjum. Eitt nú kunnu tey bjóða skelti í øllum hugsandi støddum og sniðum, hetta serliga til handlar og vinnulív. Og nú bjóða tey eisini fram ein sonevndan nethandil, sum serliga vendir sær beinleiðis til privata brúkaran við ymiskum lutum, so sum plakatum, myndum, sangheftum og nú eisini serprenti av nýggja føroyakortinum. Føroyaprent, sum er ein samanrenning av Hestprenti og prentsmiðjuni hjá Dimmalætting, hevur í 10 ár á baki. Hevur tú eitt sindur av hugflogi, so hevur gróðurstøðin í Miðhoydølum tilfarið, tú skal brúka at gera títt egna jólaprýði, og so er alt 100 prosent føroyskt. Harafturat er øll vøra hagani burðardygg, tí eingin vøkstur verður kutaðu niður bert við tí endamáli at enda sum jólaprýði. Viðarbular, greinar og annað kemur av røktini av viðarlundunum kring landið, sum Skógarrøktin tekur sær av. Beinta og Hildur, sum arbeiða á Gróðurstøðini, siga, at tey royna at fáa so nógv sum gjørligt av hesum tilfari til høldar, so tað kann brúkast til ymisk endamál, tí annars endar tað í kvørnini. Og tað er tilfarið ov gott til, halda tær. Beinta og Hildur hava upp undir jólini skipað eina lítla framsýning, av tí tey hava at bjóðað, í einum parti av einari av hallunum á Gróðurstøðini, har tær eisini sjálvar hava gjørt nakað av lidnum jólaprýði, sum ein lítil hjálp til hugskot hjá øðrum. Tað hava mest verið onkrir stovnar og fyritøkur, sum hava leitað sær á Gróðurstøðini undan jólum, men Beinta og Hildur siga seg vóna, at eisini fólk í privatum ørindum fara at finna leiðina til teirra. Jólahugni í viðarlundini 26. árið á rað skipaðu limir í Lions Club Tórshavn aftur í ár fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Sum vanligt er, fer peningurin, ið kemur inn, til vælgerandi endamál. Í ár er gjørt av, at allur ágóðin av tiltakinum skal fara til til­ takið Firvaldar, sum er eitt trý ára gamalt samstarv millum Krabbameinsfelagið og fimleikafelagið Ljósið. Firvaldar er fimleikur fyri fólk, sum hava havt krabbamein ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi. Familjutiltak Tiltakið í Viðarlundini er eitt familjutiltak burturav, og nógv verður gjørt burturúr at hugna um bæði smá og stór. Sum vanligt hugna eisini limir í Havnar Hornorkestri um løtuna við jólaligum horntónleiki. Sjálvt økið er pyntað við ljósketum, umframt at bál og livandi ljós eru fram við ánni. Kaffi, kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist vóru til keyps á staðnum, og eisini fingu fólk møguleika at keypa lidnar jóladekoratiónir og tilfar til dekoratiónir. Jólahugnin er ein afturvendandi táttur, sum verður fyriskip­ aður í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins. Havnin í jólahýri Sum vant verður aftur í ár gjørt nógv burturúr at hugna um og jólaprýða í Havn. Fyrsta sunnudag í advent varð jólatræið á Vaglinum, ein gáva frá Reykjavík, tendrað, og við øllum tí sum hoyrir til. Jólamenn, vættrar, horntónleikur og so sjálvandi eisini karamellur. Seinri vórðu hini jólatrøini í kommununi tendrað. Henda sama sunnudag lat eisini jólabý­ urin upp í Vágsbotni og í Tinghúsgarð­inum. Sølusmátturnar standa í Ting­ húsgarðinum, og søla er í smáttunum alla jólavikuna. Tað er kreativi verkstaðurin í Margarinfabrikkini, sum hevur staðið fyri prýðingini av húsunum innan. Hetta er nakað tey hava arbeitt við eina tíð. Tey hava lagt serligan dent á endurnýtslu, tá smátturnar vórðu prýddar. Skoytibreytin er nú aftur sett upp. Í ár er hon í kommunuskúlagarðinum, og kring breytina eru tjøld sett upp, har tey selja kaffi og annað gott. Skoytibreytin stendur uppi til einaferð í februar. Hugflog uttan mørk Á hvørjum ári undan jólum, hava tey í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn skipað fyri søluframsýning av einhvørjum, tey sjálvi hava gjørt. Og tað hevur verið rættiliga ymiskt frá ári til ár, súltutoy, smákøkur og annar bakstur og ymiskt handverk. Og í ár hava tey, ella rættari tær, bundið prýðiskoddar í alskyns mynstrum, heilt frá gomlum siðbundnum føroyskum bindingarmynstrum til so langt hugflogið røkkur. Og har er einki mark. Søluframsýningin, sum er í Tilhaldinum, er opin hvønn dag til 17. Desember. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið. Samanlagt hava teir hongt upp umleið hálvan kilometur av ljósketum, sum nú prýða stóran part av miðbýnum. Jú,­ ljósmenninir hjá kommununi hava havt úr at gera og nógv um at fara. Og alt skuldi sjálvandi verða liðugt til fyrsta sunnudagin í advent, tá alt skuldi tendrast. Esmar Andreasen, leiðari á el-deildini, er gamal í garði í so máta við sínum 35 árum í starvi hjá kommununi. Nógv er broytt síðani hann á fyrsta sinni var við til at hongja jólaprýði upp í býnum. Jólaprýdda økið í miðbýnum gerst alt størri. Harafturat eru fleiri bygdir lagstar afturat høvuðsstaðarkommununi. Fyrsta gerandisdag eftir 1. november er loyvt at skjóta haru. Haruskjóting fer fram um alt landið. Eisini í hagunum í Trongisvági, men har fer hetta fram á ein øðrvísi hátt enn aðrastaðni, og eft­ir aldargomlum siði. Einum siði, sum gongur heilt aftur til 1892, eftir at menn tóku seg saman og keyptu sær rættindi at skjóta haru. Jens Petur Brattalíð hevur verið við í klappjaktini í um leið 40 ár. Fyrstu árini sum klappari og síðani skjútti. At hann á sinni slapp upp í part, var ikki av til­ vild, tí alt, sum hevur við klappjaktina í Trongisvági at gera, gongur eftir fastari skipan. Rætturin at vera við í klappjaktini gongur nevniliga í arv, og tú skal hava ættarbond úr Trongisvági. Tá ein skjútti gevst, skal nýggjur skjútti taka við. Hevur skjúttin, sum gevst, son, hevur hann rætt at taka við eftir pápanum. Hevur hann ongan son, kann klappari hansara, sum hevur verið longst við, taka yvir. Felagið klappjaktin keypir á granna­ stevnu á hvørjum ári veiðurættindi. Frá gamlari tíð varð avrátt, at ein skjútti skuldi vera um mørkina, og sostatt eru nú 17 skjúttar við í klappjaktina í teimum fimm hagunum, sum tilsamans fevna um 17 merkur. Teir í klappjaktini hava ongan framíhjárætt, tá haruhagarnir verða seldir, men óskrivað regla er, at tað verður ikki væl sæð, at onkur annar bjóðar upp í móti. Jens Petur sigur, at menn eru øgiliga spentir tá harutíðin nærkast, og dúgliga verður kannað og prátað um hvussu tað fer at viðrað, fyrsta dagin loyvt er at skjóta. Men hóast almikið ótolni, bíða teir eftir at líkindini verða so góð sum gjørligt. Teir skjóta bert hin eina dagin, og tí ræður um at veðrið er til vildar. Navnið klappjakt kemur av, at hvør skjútti hevði ein ella fleiri klapparar við, sum skuldu klappa harurnar úr holunum. Soleiðis er ikki longur. Nú skal gangast so friðarliga sum gjørligt. Skjúttar í fremru røð og klappararnir aftanfyri, sum í dag hava uppgávuna at bera skotnu harurnar. Sonurin tekur yvir Mikudagin 5. november var av besta veðri, tá teir allir hittust í Syðratoftum eins og teir hava gjørt mongu seinastu árini. Jens Petur, sum møtti saman við tveimum av sínum synum, sum høvdu verið klapparar í mong ár, hevði nú gjørt av, at hetta skuldi verða seinasta árið hjá sær sum skjútti. Nú skuldi elsti sonurin taka yvir. Annars plaga allir tríggir synirnir at verða við, men tann yngsti er í Danmark á Ítróttarskúla í løtuni, og kundi tískil ikki verða við. Tá klokkan var farin av sjey varð farið til gongu. Jens Petur greiðir frá, at í fyrsta partinum av jaktini velja skjúttarnir sjálvir hvagar teir fara at skjóta, kortini skulu teir halda seg innan eitt ávíst mark. Eftir tveimum tímum savnast allir á Frostgjógv, har avgjørt verður við lutakasti í hvørjari raðfylgju skjúttarnir skulu ganga. Hetta eru menn eisini rættiliga spentir uppá, tí júst raðfylgjan, í mun til hvør ættin er, er rættiliga avgerandi fyri hvussu fer at vignast hjá hvørjum skjútta. Nú byrjar hin skipaði parturin av jaktini. Tá menn, um døgurðatíð, aftur savnast ovast á Skarðinum, vestan fyri Hvalbiartunnilin, fáa teir sær ein góðan bita, áðrenn jaktin heldur fram á veg heimaftur. Tá stendur hvørjum skjútta frítt at velja hvørja leið hann gongur. Áðrenn tað fer at myrkja, eru menn komnir aftur har teir byrjaðu í Syðratoftum. Hóast upplivingin hesaferð var eins góð, sum hon plagar at vera, letur Jens Petur ikki serliga væl at samlaðu veiðuni, sum gjørdist 58 harur, og er væl minni enn eitt miðal ár. Hví so var heldur hann tað vera ilt at siga, men lítið av haru var at síggja, men hinvegin sóu teir nógvar ungar, men hesir fáa grið frá byrsumonnunum. Í Klappjaktini í Trongisvági, er bert loyvt at skjóta stórar harur, og bannað at skjóta brúnar harur og ungar. Javnbýta veiðuna Hóast allir menn eru sera spentir um hvussu nógvar harur hvør skjýtur, verður øll veiðan býtt javnt millum teir 17 skjúttarnar. Jens Petur sigur, at umstøðurnar kunnu gera, at tú kann skjóta eitt heilt lív uttan nakrantíð at gerast harukongur. Sjálvur hevur hann verið tað eina ferð, men so eru aðrir, sum altíð fáa fleiri harur og aðrir færri. Hvør hara verður vigað, soleiðis at býtið millum teir 17 verður so javnt sum gjørligt. Vektin kann liggja heilt frá hálvum fjórða kilo og niður í tvey. Fyrr var siður, at dagurin endaði við einari haruveitslu, men seinastu árini er tað flutt til fyrsta leygarkvøld eftir skjótingina. Tá er vanligt at vit skemtast; syngja heimagjørdar harusangir, og harukongurin verður krýndur og fær steyp. Hetta høvi fari eg í ár at nýta til at handa elsta soninum mín part av haganum, sigur Jens Petur Brattalíð. Lions, grindabátur og fótbóltur Jens Petur er eisini limur í Lionsfelagnum í Suðuroy. Tað hevur hann verið í nærum fjórðingsøld. Har er hann við í teimum ymisku árligu tiltøkunum at savna inn pengar til vælgerandi endamál. Eitt rættiliga virkið felag, sum á hvørjum ári gevur út millum annað jólakalendara, álmanakka og eitt lýsingablað umframt at skipa fyri ymiskum øðrum tiltøkum. Meginparturin av peninginum fer til at stuðla lokal tiltøk og feløg. Tó verður eisini stuðlað øðrum nationalt eins og úti í heimi. Lions hevur egið hús í Hovi, sum er miðdepilin fyri teirra fundarvirksemi og øðrum virksemi. Eisini innan ítróttina er hann aktivur. Hann hevur í mong ár verið virkin eitt nú sum fótbóltsdómari, men eftir at hann fór um 45 ára aldursmarkið og tí gavst sum fótbóltsdómari, er hann nú dómaravegleiðari og eygleiðari. Seinastu tvey árini hevur hann verið samskipari hjá TB, har hann millum annað samskipar allar dystir, dømir o.a. Somuleiðis er samskiparin við at snikka til loyvisumsóknina sum latast skal Fótbóltssambandinum áðrenn kappingarbyrjan, har felagið skal vátta, at allir fysisku karmarnir á stadionøkinum eru nøktandi. Í fjør eydnaðist tað Jens Peturi at ognað sær lut í einum av gomlu grindabátunum í Vági, Sigmundi Brestissyni. Í hesum høpi er eisini nakað at taka hond um. Í seinastu ódnini fekk neystið, har báturin stendur, stóran skaða, sum teir 11 eigararnir nú hava laðað uppaftur. Ein góð kensla at vera við til at fjálga um hendan søguríka arvin, sigur Jens Petur, sum ikki nýtist at bera ótta fyri at keða seg eftir arbeiðstíð. Haran í Føroyum Snjóhara varð innflutt til Føroya í august 1855 og apríl 1858 úr Kragerø í Oslofjørðinum í Noregi, 4 hvørja ferðina. Tær vórðu settar út í Hornabø í Tórshavn og runnu niðan á Kirkjubøreyn. Tær vuksu skjótt í tali og vórðu síðan fluttar til allar hinar oyggjarnar uttan Koltur og Lítlu Dímun; haran krónurt tó ongantíð at støðast í Stóru Dímun. Tær fyrstu harurnar í Føroyum vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar blágráar vetrarharur sæddar. Tær vuksu skjótt í tali og trokaðu ta hvítu snjóharuna burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin. Royndir við snjóharubláharu vísa, at hvíti vetrarfeldurin altíð troðkar seg framat. Tað liggur í hesum harunum. Á Kragerø í Noregi, haðani tær føroysku snjóharurnar komu, er eitt blendsøki, har snjóharur halda seg høgt og bláharur lágt. Um bara ein av teimum 4 uppsleptu snjóharunum hevur havt bláharuættarbregði í sær, hevur ikki borið til at sæð tað, fyrr enn stovnurin varð so væl fyri, at bláharuættarbregðið slapp framat. Tá ið snjóharan varð flutt til eitt øki við havveðurlagi, misti hon øll framíhjárættindi síni. Hetta hevði við sær, at ikki gingu meira enn 60 ár, fyrr enn tað ráðandi snjóharuættarbregðið var forkomið. Haran í Føroyum verður tí nevnd bláhara. Bláhara, sum er eitt gnagdjór, er 46-61 cm long og vigar í miðal 2,7 kg. Hon leggur tríggjar ferðir um árið og gongur kviðin í einar 7 vikur. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar tríggjar løgurnar koma undan. Ungarnir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir, og tað hevur við sær, at ársgamlar harur leggja. Haran etur plantur, grøs, stør, urtir og trøllakampar, harafturat knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Tær eru virknastar í skýmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggja vit tær eisini um dagin. Við støði í vektini á teimum skotnu harunum sæst, at heystløgan vigar í miðal 2 kg, summarløgan 2,5 kg, meðan várløgan og tær, ið eru meira enn ársgamlar, viga í miðal 3 kg. Eingin stovnsmeting er gjørd enn, og tá eingin skipan er við veiðiloyvum ella við at geva fongin upp, vita vit ikki, hvussu nógvar harur verða skotnar um árið. Í 1997 var mett, at harustovnurin í Føroyum var uml. 5000 harur. Fullmannaður gerðarættur fyri fyrstu ferð Fríggjadag 21. november var ein serligur dagur hjá Fasta Gerðararætti, sum dømir í ósemjum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.Hendan dagin var dómarapanelið fullmannað við átta dómarum, sum hava fingið til uppgávu at døma í trætumáli millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum upprunaliga byrjaði í 2010. Vanliga døma trýggir dómarar í senn, ein fakrættardómari við løgfrøðiligari útbúgving og tvey umboð fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hesaferð vóru allir dómararnir við í dómarapanelinum. Hettar er fyrsta og einasta mál sum er uppafturtikið eftir grein 11 stykki 2 í sáttmálanum, har allir gerðarrættardómararnir eru við. Verkfall varð lýst fyri portørarnar í sjúkrahúsverkinum. Trætumálið snýr seg um hvørt verkfallið varð lýst við lógligari freist. Í fyrstu atløgu varð verkfallið fráboða at byrja kl. 15 sama dag, sum samráðingarnar slitnaðu. Gerðarætturin kom uppí og niðurstøðan var, at freistin var ov stutt. Í aðru atløgu varð verkfallið fráboðað, tá ið arbeiðsdagurin endaði at koma í gildi kl. 8 morgunin eftir. Men eisini hesa freist metti gerðarætturin vera ov stutta. Eftir tveir úrskurðir um verkfalsfreist og verkfalsfráboðan heitti Starvsmannafelagið á Fasta Gerðarrætt um uppafturtøku eftir ásetingini um, at týðandi mál í serligum føri kunnu leggjast fyri allar dómararnar. Og tað var hetta málið sum - meira enn fýra ár seinni - kom fyri ein víðkaðan gerðarætt fríggjadagin 21. november, tá ið úrskurðarfundur var í gerðarættinum. Eftir ætlan skuldi dómur sigast í málinum í fyrru helvt av desember. Starvsmannafelagið í valárinum 2015 2015 er valár. Í seinasta lagi 29. oktober skulu vit manna eitt nýtt løgting. Valið fær avgerandi ávirkan á samfelagskorini tey komandi árini og politisku raðfestingarnar fara at fáa stóra ávirkan á lívið hjá okkum øllum, eisini okkum umleið 2000 limum í Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið ætlar sær ikki at stilla upp. Vit eru partapolitisk óheft, og Starvsmannafelagið fer ikki í part við politiskar flokkar. Men hinvegin noyðast vit at fyrihalda okkum til tann veruleika, at eitt fakfelag sum okkara er partur av demokratiska samfelagnum, har politikkur er ein týðandi partur. Ásannandi, at vit eru ein samfelagsaktørur við skyldu at arbeiða fyri at betra kor limanna og grundleggjandi lívskorum fyri føroyingar sum heild, ætlar nevndin í Starvsmannafelagið at kjósa sær 10 kjarnumál í valárinum 2015, sum verða vald við støði í tilmælum frá baklandi felagsins, álitisfólkunum. Hetta eru felags áhugamál, sum nevnd og álitisfólk meta vera týdningarmikil. Mál, sum vit vilja varpa alment ljós á í valárinum 2015. Mál, sum vit vóna, at politisku flokkarnir fara at taka til sín í valstríðnum - og vónandi eisini fara at síggjast aftur í komandi politikkinum. Líkamikið hvørjir flokkar so fara at manna eina komandi samgongu. Millum málini, sum vit vilja seta á dagsskránna, eru ein hægri raðfesting av Arbeiðseftirlitinum, so at stovnurin kann útvega sær serkøn fólk at veita ráðgeving og hava eftirlit við sálarliga arbeiðseftirlitinum, sum hevur ligið á láni her á landi. Eitt annað mál, sum vit vilja hava politisku flokkarnar at hugsa um er, at gera eina rættvísari skattaskipan, har miðal- og láginntøkurnar fáa skattalætta. Eisini halda vit, at tey, sum eru limir í fakfeløgunum eiga at sleppa at draga limagjaldið frá í skattinum. Limaskapur í fakfelag er ein fortreyt fyri einum væl skipaðum arbeiðsmarknaði. Vit halda, at ein skipan við skattafrádrátti kann fyribyrgja, at starvsfólk velja fakfelagslimaskapin frá av fíggjarligum grundum, soleiðis sum vit hava sæð í øðrum londum. Í valárinum vilja vit eisini gera vart við, at vælferðartænasturnar eru í bestu og tryggastu hondum hjá tí almenna. At tað er eitt stórt afturstig fyri rættindini hjá starvsfólkunum, tá ið almennir stovnar verða umskipaðir til partafeløg. Tí er okkara støða, at almennar vælferðartænastur eiga ikki at verða einskildar ella útveittar. Arbeiði við kjarnumálunum er nústani byrjað. Tá ið felagið hevur orðað tey 10 kjarnumálini endaliga, verða tey løgd fyri teir politisku flokkarnar at taka støðu til. Síðani er ætlanin at prenta ein faldara við kjarnumálunum, har tað sæst hvørja støðu teir einstøku flokkarnir hava til tey ítøkiligu málini. Men lat tað verða sagt aftur. Starvsmannafelagið er politisk óheft, og vit fara ikki í parlag við nakran politiskan flokk. Vit eru í parti við okkara limum. Hetta snýr seg um at orða nøkur týdningarmikið felags áhugamál hjá limum Starvsmannafelagsins, og gera alt tað, vit sum felag eru ment, so at málini síggjast aftur í einum komandi valstríði, og vónandi í einum samgonguskjali eisini. Vit vilja, at land okkara verður liviligari hjá øllum, ið búgva og búleikast her á landi. Jónhild Rasmussen er ættað úr Porkeri, býr í Hoyvík, og hevur sítt dagliga starv í Íverksetarahúsinum Hugskotinum í miðbýnum í Havn. Eitt starv, sum hon hevur havt síðani Hugskotið byrjaði sítt virksemi fyri júst einum ári síðani. Frammanundan starvaðist Jónhild hjá Føroya Tele í 15 ár, har hon starvaðist innan marknaðarføring, vørumenning, strategi og leiðslu. Seinastu fýra árini starvaðist hon sum marknaðarstjóri. Tá eg sá starvslýsingina hjá kommununi í sambandi við Hugskotið, var eg ikki í iva. Hetta var eitt starv eg vildi søkja. Hetta var júst nakað fyri meg, og fegin var eg tá tað var greitt, at starvið gjørdist mítt. Hetta hevur verið eitt dreymastarv hetta árið, húsið hevur virkað, sigur Jónhild. Hon greiðir frá, at fyrstu dagarnir fóru við at innrætta húsið og leggja eina virkisætlan hvussu farast skuldi fram. Harafturat at kunna um hvat húsið hevur at bjóða, og við tí skapa áhuga millum komandi brúkarar, íverksetarar og fyritøkur. Fjøltáttað vinnulív Tórshavnar kommuna hevur sett sær, sum eitt av málunum, at skapa karmar fyri einum fjølbroyttum vinnulívi, og til tess varð farið undir at fyrireika eitt íverksetarahús. Endamálið við Hugskotinum er at veita ókeypis vegleiðing til íverksetarar, ið ynskja at menna sítt hugskot til veruleika, men Hugskotið er eisini til verandi fyritøkur, ið vilja menna ella vaksa um sítt virksemi. Harumframt bjóðar Hugskotið innivist fyri sámuligan kostnað. Fyri 1000 krónur um mánaðin hava fólk atgongd til eitt arbeiðsstað við ymiskjum hentleikum, har tey eisini fáa hjálp og vegleiðing frá leiðaranum og kunnu netverka við aðrar íverksetarar. Fólk fáa í fyrsta lagi møguleika til innivist har í tríggjar mánaðir, tá virkisætlanin verður eftirmett, og kunnu síðani halda fram, verður tað hildið at vera skilagott. Stórur áhugi Jónhild fegnast um ta góðu undirtøku Hugskotið hevur fingið frá fyrsta degi. Pláss er fyri níggju luttakarum samstundis og í løtuni er fullsett. Tað merkir tó ikki, at fólk ikki kunnu seta seg í samband við húsið, tí fólk eru altíð vælkomin har, hava tey onkra ráðgeving fyri neyðini. Og tey eru mong, sum nýta hendan møguleikan. Tað er ókeypis og alt fer fram í trúnaði. Jónhild sigur, at tey sum venda sær til Hugskotið, eru bæði leik og lærd, í øllum aldri og rættiliga javnbýtt millum kvinnur og menn. Hugskotini, tey hava, eru eisini sera ymisk. Og líka ymiskt er hvussu langt fólk eru komin við sínum hugskoti. Onkur, sum bert hevur fingið eitt hugskot uttan at hava gjørt meira við tað, og onnur, sum eru komin rættiliga langt og ivast kanska í hvussu tey kunnu koma víðari. Vakstrarhjólið Íverksetarahúsið Hugskotið nýtir viðurkenda amboðið Vakstrarhjólið, sum á ein einfaldan hátt kann hjálpa at nágreina avbjóðingar og møguleikar fyri menning. Vakstrarhjólið tryggjar, at atlit verða tikin til øll viðurskifti. Grundleggjandi at fáa eina áhugaverda virkisætlan, ein sterkan bygnað, varandi kundasamband og ein lønandi rakstur. Tá fólk koma við einum hugskoti tosa vit sjálvandi um tað. Eingin verður vendur í durinum uttan mun til hvat hugskotið er. Eg eri ikki dómari men vegleiðari, og vil soleiðis hjálpa fólki soleiðis at tey sjálvi síggja um hugskotið hevur nakra framtíð, um tað hongur saman, sigur Jónhild, sum nú eftir einum ári kann fagnast um, at fleiri hugskot eru komin væl longri hesa tíðina fólk hava virkað í Hugskotinum. Bæði fyrstu árini hjá Íverksetarahúsinum eru royndarár, men gongst sum tað higartil hevur gingist, hevur Jónhild góðar vónir um at virksemið fer at halda fram. Vinnuøkið er spennandi Sum leiðari av Hugskotinum er Jónhild eisini virkin á teimum ymisku vinnuøkjunum hjá kommununi, sum hevur nógvar og spennandi vinnuætlanir. Høvuðsendamálið við hesum ætlanum er, sum vera man, at skapa góðar karmar fyri einum fjølbroyttum vinnulívi, sum eisini er aðaltreytin fyri trivnaði í kommununi. Ein av hennara uppgávum er at skapa alsamt størri áhuga fyri ígongdsetan, og er hon tí mangan á arbeiðsplássum, stovnum og skúlum, har hon greiðir frá teimum møguleikum, sum Hugskotið og kommunan annars kann bjóða. Tórshavnar kommuna er eitt sera gott, mennandi og spennandi arbeiðspláss. Og tá vit eisini síggja, at okkara arbeiði ber ávøkstur, gevur tað bert eyka orku at halda fram, sigur Jónhild Rasmussen sum heldur tað vera eitt gott hugskot kommunan fekk at seta á stovn Íverksetarahúsið Hugskotið. Ársfrágreiðingin 2015 Nú eru 54 ár liðin, síðani Starvsmannafelagið varð sett á stovn. Komandi aðalfundur felagsins verður hildin 7. mars. Hesa ferð hittast vit á Skúlaheiminum í Marknagili. Og er tað fyrstu ferð, vit halda aðalfundin á hesum staði, har ungdómurin eigur sína dagligu gongd og sum eisini verður ein miðdepil í tí miðdepli, ið verður bygdur á grannastykkinum. Ársfrágreiðingin lýsir gongdina farna árið og ymsar tættir av virksemi felagsins. Eins og undanfarin ár, so hevur eisini farna árið verið áhugavert, avbjóðandi og mennandi og vit takka fyri árið, ið longu er umliðið. Vit líta frameftir í teirri vón, at nýggja árið bjóðar okkum nýggjar møguleikar og spennandi avbjóðingar og vit vita, at bæði eitt løgtingsval og samráðingar liggja fyri framman. Sum siðvenja er, so verður eisini fólk uttanífrá við á fundinum. Vit bjóða politikarum til eitt kjak um mál, ið Starvsmannafelagið ynskir verða sett á breddan. Og vænta vit okkum eitt gott og spennandi kjak. Tilvildin vil, at í ár er onki nevndarval á skránni. Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár í senn og formaður ella forkvinna fyri fýra ár og í ár stendur so ongin fyri vali. Vit bjóða tykkum øllum vælkomnum út í Marknagil til aðalfund felagsins 2015. Almennar viðmerkingar Val er í hondum. Í seinasta lagi í november skulu vit øll aftur seta okkara kross við antin hana ella hann ella flokkin, vit seta okkara álit á. At vit gagnnýta okkara demokratiska rætt er týdningarmikið. Undan seinasta valinum í Noregi, sóð á einum pela í Oslo nakað soleðið; at fert tú ikki á val og setir tín kross, so nyttar ikki aftaná, at hava meiningar og kanska gremja teg um førda politikkin, tí tú brúkti ikki tín demokratiska rætt, tá tú hevði hann. Sjálvsagt hava vit øll talufrælsi, og kunnu siga og meina tað vit vilja. Tó er nakað av sannleika í hesum, at skulu vit ummæla, mótmæla og koma við okkara áskoðanum, so eiga vit eisini at brúka okkara rætt, tá vit hava møguleikan á valinum. So lat okkum øll gagnnýta okkara fólkaræðisliga rætt og fara á val og seta krossin. Flokkarnir A, B, D og H tóku við valdinum í november 2011. Samgongan hevur í dag 18 av teimum 33 sessunum í løgtinginum. Hetta er eftir at Sjálvstýrisflokkurin tók seg úr samgonguni á heysti 2013, eftir at landsstýrismaðurin varð koyrdur frá. Vit hava sæð fleiri og álvarsamar broytingar hetta valskeiðið og mong hava okkara mótmæli verið. Eitt tað mest áleypandi dømi er undanskattingin av okkara eftirlønum, brúkt at fíggja ósolidariska flatskattin. Alneyðugt er, at hetta ósolidariska býtið verður broytt, so skattalætti verður veittur lág- og miðallønum og at tað er okkara størsta inntøkukelda, fiskatilfeingið, ið fíggjar skattalættan. Skulu hjólini mala, eru tað tær lægru og miðal inntøkurnar, sum skulu fáa ein lætta, og hesar hava og høvdu veruliga skattalættan fyri neyðini. Verður skattalættin øðrvísi fíggjaður og býttur solidariskt, fer hann at seta meira ferð á samfelagshjólini Vit hava eitt spennandi ár fyri framman. Umframt eitt løgtingsval, so eru eisini samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri stavn. Sáttmálarnir ganga út 1. oktobur og kunnu teir sigast upp við seks mánað freist. So teir verða sagdir upp í vár. Ein fiskuvinnunýskipan er á trappunum, verður sagt. Alneyðugt er, um hon verður samtykt, so má hon verða kjølfest í breiðari, berandi semju millum allar flokkar á tingi. Tað hevur verið ein margháttligan samráðingarleist vit hava sæð fiskimálaráðharran greiða frá, og slíkur leistur ber í hvussu er ikki á mál. Samráðingar merkja, at partarnir leggja krøv og ynski fyri hvønn annan og so tinga seg fram til møguliga semju. Til ber ikki at biðja um at síggja krøv og ynski frá hinum partinum og so sita og goyma kortini sjálvur. Tað er alneyðugt við greiðum og skipaðum reglum her á landi um, hvussu havsins ríkidømi skal býtast millum skipini, og at okkara felags kassi fær ein dyggan part av teim inntøkum, havsins gráa gull kastar av sær. Kringvarpið hevur varpað ljós á viðurskifti í fiskivinnuni, og tað svitast ikki, at alneyðugt er at ein gjøgnumskygd og breið semja verður um okkara størsta aktiv. Okkum tørvar stabilitet og álit á, at ein slík skipan ikki fer at rekast sum tongul í brimi og skal broytast og tillagast so hvørt sum samgongurnar skifta. Hetta er bæði eitt krav og tørvur hjá vinnuni og eisini hjá hvørjum einstøkum føroyingi. Okkara høvuðsinntøkukelda má liggja í tryggum, føstum kørmum og verða ein inntøkukelda, ið okkara samfelag fær størstu nyttuna av. Breiðar semjur hava í ólukkumát manglað á okkara høga tingi. Og tað er alneyðugt, at ein møgulig semja er haldgóð og haldfør. Viðvíkjandi sildini og makrelinum, so krónurt loksins avtala í hús í summar. Og tað er at fegnast um. At fleiri ár skulu ganga uttan nakra avtalu er álvarsamt. Skipað viðurskifti og avtalur landanna millum er einasta gongda leiðin. Kanningarstjórin, ið skuldi kanna tunnilsmálið og leiklutin hjá løgmanni og fyrrverandi innlendismálaráðharranum í hesum máli, bleiv skiftur út og er tað nú fyrrverandi danski umboðsmaðurin Hans Gammeltoft Hansen, ið stendur á odda fyri kanningini. Herfyri greiddi hann frá, at hann metir, at kanningin helst verður liðug í summar. Mantraið, ið vit hava hoyrt so mangan er. Tað skal loysa seg at arbeiða. Hetta merkti í roynd og veru, at tað vóru tey lág- og miðalløntu, ið skuldu arbeiða meira, fyri at fáa lut í skattalættanum. Vit vita, at hjá tí almenna er torført hjá fleiri yvirhøvur at fáa eitt fulltíðarstarv, tíansheldur at fáa loyvi at arbeiða meira. Og hvussu nógvar skerjingar hava vit ikki sæð? Tað eigur sjálvandi eisini at vera ríkiligt at selja sína arbeiðsmegi í einum fulltíðarstarvi og ikki skula kenna seg noydda at stríðast fleiri tímar afturat einum fulltíðarstarvi. Familja skal røkjast og frítíð og hvíld skulu til, skulu vit sum menniskju megna at liva og virka. Starvsmannafelagið hevur varpað ljós á strongd síðani kanning felagsins í juni 2014. Javnvág má vera millum arbeiðstíð, frítíð og hvíld og tí kann mantraið at tað skal loysa seg at arbeiða, lættliga gerast kostnaðarmikið, bæði fyri tann einstaka og samfelagið, um fólk skulu slíta seg sundur. Skerjingarnar hava eisini havt við sær, at fólk skulu renna skjótari og megna enn fleiri uppgávur, og tað er ikki torført at meta um, hvørjar avleiðingar hesin veruleiki kann hava við sær. Heilsan er ikki at spæla við og eisini okkara heilsuverk hevur verið í brennideplinum. Skerjingar í heilsuverkinum og at heldur ikki er lagt upp fyri lønar- og útreiðsluvøkstri, kunnu fáa álvarsamar fylgjur fyri heilsu føroyinga. Fyri kortum bar kringvarpið ræðandi søgu um kvinnu við trimum børnum, ið ikki slapp til nærri kanning á Landssjúkrahúsinum, hóast knykil varð staðfestur. Fólk ógvaðust við at hoyra hana fortelja, at tvær reisur hevði kommunulæknin sent áheitan til Landssjúkrahúsið, og hvørga ferðina varð hon innkallað, tí leiðreglur forðaðu fyri tí. Í fýra mánaðir hevði hon tí livað í slítandi óvissu. Hennara dirvið setti veruliga ferð á kjakið um mammografikanning, kanning fyri bróstkrabba. Bróstkrabbi rakar í minsta lagi tíggjundu hvørja kvinnu.Kommunulæknafelagið hevði eisini júst tikið málið upp, tí eftir felagsins meting, førdu nýggju leiðreglurnar við sær, at bróstkrabbi fór at verða staðfestur seinni enn í dag. Og kvinnur fóru undir at savna undirskriftir fyri at fáa mammografikanning sum ein sjálvsagdan rætt hjá kvinnum. Djarva kvinnan hevur sett dagsskránna og eisini varpað ljós á, hvørjar vanlukkuligar avleiðingar áhaldandi skerjingarnar viðføra. Tað eru politisku raðfestingarnar, ið eru atvoldin til hesar álvarsomu støður og tvørrandi viljin at taka størri part av ríkidømi føroyinga at fíggja okkara vælferðartænastur. Lat okkum fáa fleiri breiðar semjur, lat okkum síggja, at demokratiskar spælireglur verða virdar, at tign valdar í orðaskifti á tingi, steðgið skerjingunum og øki inntøkur landskassans, so samfelagstænastur ikki vikna enn meiri, men heldur styrkjast og mennast. Fíggið skattalættar við inntøkum frá fólksins ogn. Og lat okkum sum samfelag vísa tolsemi og nýhugsan. Vit eiga eitt serstakt land, ið hevur so stórar møguleikar fyri menning og framburði. Og vit hava ráð at fíggja okkara vælferðartænastur, um vilji er til tess. Sáttmálin við FAG Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu um miðjan januar undir nýggjar sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 1. januar 2017. Samráðingarnar byrjaðu um hálvan november. Gomlu sáttmálarnir fyri tey bæði almennu partafeløgini fóru úr gildi 1. januar 2015, men tað gingu ikki nógvir dagar eftir tað, so krónurt semja í lag. Lønin hækkar 1. januar 2015 1,98 % og 1. januar 2016 hækkar hon 2,25 %. Hendan hækking svarar til tað, onnur feløg hava fingið. Eins og onnur feløg hevur Starvsmannafelagið gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist. Hesum slapst ikki undan, men afturfyri fekk felagið annað, sum vigaði væl upp ímóti. Í fyrsta lagi hevur felagið fingið í sáttmálan, at tá nýggj fólk verða sett, skal skipast fyri fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið, sum partur av innføringini í starvið. Endamálið er at geva felagsálitisfólkinum høvið at kunna nýggj starvsfólk um fyrimunirnar við limaskapi í Starvsmannafelagnum, og meta vit hetta sum eitt týðandi framstig. Eisini krónurt ein avtala um hvussu starvsfólk skulu samsýnast, um tey av heilt serligum grundum, verða boðsend til arbeiðis í feriutíð. Útgangsstøði er, at hetta skal ikki koma fyri, men um heilt serligar umstøður kortini gera tað neyðugt, skulu starvsfólkini hava dupulta tímaløn afturfyri, tó ongantíð minni enn hálvan dag. Harumframt eru gjørdar ávísar broytingar og tillagingar í sáttmálunum. Báðir partar hava fingið nakað og givið nakað, og samanumtikið halda vit, at vit kunnu verða hampiliga væl nøgd við úrslitið av samráðingunum. Úr fasta gerðarrætti Í Fasta Gerðarrætti, sum loysir ósemjur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, varð felagið partur í trimum málum, ið farna ári. Umflokkingar. Í juli gjørdu Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin semju í málinum um hvussu kostnaðurin at umflokka ávís størv skal roknast. Í galdandi sáttmála varð avtalað, at lønin tann 1. oktober 2013 skuldi hækka 190 krónur, umframt 0,9 prosent. Umflokkingarnar av ávísum størvum skuldu rindast av teimum 0,9 prosentunum. Hækkingin á 190 krónur lá føst. Ósemja var nú um hvussu umflokkingarnar skuldu roknast og Starvsmannafelagið legði málið fyri Fasta Gerðarrætt. Hetta vísti seg at vera eitt torført mál at gera úrskurð í, tí ósemjan snúði seg um roknihátt. Partarnir tóku tí upp aftur samráðingar og avrátt varð at brúka eina alternativa loysn, beinleiðis umflokkingar, heldur enn framflytingar. Úrslitið var, at kostnaðurin fyri umflokkingarnar var roknaður til 0,5 prosent, sum so skuldu dragast av teimum 0,9 prosentunum. Generella lønin hækkaði sostatt 0,4 prosent pr. 1. oktober 2013, sum so komu afturat teimum 190 krónunum. Meðan ósemjan var í gerðarrættinum fingu limirnir bert útgoldnar tær 190 krónurnar omaná lønina. Hin parturin, hækkingin í prosentum, lá parkeraður. Tá semjan so varð gjørd fingu limir, sum starvaðust hjá landi, kommunum og SEV afturborið tað, teir áttu til góðar. Limirnir fingu sostatt eina lønarhækking á 0,4 % við gildi frá 1. oktober 2013. Fráboðanarskyldan. Eitt gamalt mál frá 2010 spøkti, tá ið Fasti Gerðarættur gjørdi úrskurð í einum máli um fráboðanarfreist, tá ið arbeiðssteðgur verður settur í verk. Hendingin var søgulig á tann hátt, at hetta var fyrstu ferð, at allir dómararnir tóku støðu til eitt mál. Tað ber til eftir grein 11 (2) í sáttmálanum fyri fasta gerðarætt, har rætturin í serligum førum kann taka týðandi mál til nýggja viðgerð. Starvsmannafelagið legði málið fyri Fasta Gerðarrætt sum træta um stríðsstig, og var talan um uppafturtøka av tveimum áður søgdum úrskurðum frá 2010. At stríðsstigið var heimilað, hevði Fasti Gerðarrættur sagt, men at verkfallið var lýst við ov stuttari freist. At vit skuldu hava nakra fráboðanarfreist, vóru vit á ongan hátt samd við Fasta Gerðarrætt um. Gongdin í málinum var tann, at semingsmenninir kastaðu frá sær 31. januar 2010, eftir at hava roynt at fáa semju í lag millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tískil var ongin sáttmáli og verkfall ein veruleiki. Morgunin eftir var fundur við starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni og sjálvt verkfallið lýst at byrja kl. 15:00. Verkfallið varð lýst í Útvarpinum á miðdegi sama dag. Sum ein gestus ringdi forkvinnan til allar tríggjar sjúkrahússtjórarnar fyri døgurða, at greiða teimum frá, at kl. 15:00 varð arbeiðið niðurlagt. Eisini, sum ein høfligan gestus, ringdi forkvinna til stjóran á Lønardeildini tíðliga sama seinnapart at siga frá júst nær arbeiðið varð niðurlagt. Hetta var, sum sagt ein høfligur gestus. Øll vistu longu dagin fyri, at verkfall var veruleiki. Fíggjarmálaráðið legði málið fyri Fasta Gerðarrætt og varð tað viðgjørt sum skundmál. Meirilutin í Fasta Gerðarætti metti, at hóast talan varð um heimilað stríðsstig, so varð verkfallið lýst við ov stuttari freist. Verkfallið varð tí avblást, men longu dagin eftir, 2. februar, varð verkfall lýst av nýggjum fyri sama øki. Hesaferð varð tað fráboðað kl. 15.24, at byrja morgunin eftir kl. 8.00. Málið fór aftur í gerðarrættin, og við somu niðurstøðu. Freistin var framvegis ov stutt. Í nýggja úrskurðinum staðfestir meirlutin í gerðarættinum, Halgir Winther Poulsen, Gurið Joensen, Torleivur Hoydal, Leivur Michelsen og Durita Tausen, teir báðar fyrru úrskurðirnar. Og í stóran mun við somu grundgevingum sum fyrr. Tað er eisini á føroyska arbeiðsmarknaðinum ein alment galdandi regla, at verkfall ella arbeiðssteðgur eiga at verða lýst við einari eftir umstøðunum hóskandi freist. Og víst verður á, at í hesum máli var talan um viðbrekið økið, ið kravdi serlig fyrilit. Og tí var freistin ov stutt. Starvsmannafelagið fekk heldur ikki viðhald í, at gerðarætturin bert hevur málsføri at taka støðu til um eitt verkfall er heimilað og ikki um tað kann setast í verk. Fasti Gerðarrættur metir seg framvegis at hava heimild til at taka støðu til hvørt eitt annars heimilað verkfall er sett í verk við hóskandi freist. Hinvegin sigur rætturin einki um hvussu long freistin átti at verið í hesum konkreta málinum. Tríggir dómarar, Poul Hansen, Vígdis Johannesen og Hendrik Thomsen, mæltu harafturímóti til, at teir báðir úrskurðirnir frá 2010 vóru ógildaðir. Hesi halda ikki at nøkur heimild var at krevja eina fráboðanarfreist, sum ein teimum orðar seg. Tað er ikki víst á nakað lógargrundarlag undir avgerð meirilutans, sum einans byggir á, at meirilutin heldur, at tað eigur at vera ein fráboðanarfreist. Starvsmannafelagið heldur, at dómurin í mesta lagi hevur søguligan týdning. Dómurin fær neyvan nakran stórvegis praktiskan týdning. Tó eru vit framvegis als ikki samd við meirilutan í Fasta Gerðarrætti og vit meina, at skeivur dómur er sagdur. Fráboðanarfreist var ongin í 2010. Sigling jóladag. Stutt fyri jól boðaði Strandferðslan frá, at skipini skuldu sigla 1. jóladag. Manningarfeløgini og Starvsmannafelagið gjørdu beinanvegin vart við, at ongin avtala var um sigling jóladag, og tískil ikki fevnt av sáttmálunum og skuldu manningarnar sigla, mátti tað verða fyri serliga samsýning. Samráðst varð og av tí, at eingin semja krónurt í lag, noktaðu feløgini limum sínum at fara til arbeiðis, og arbeiðsgevarasíðan legði síðani málið fyri Fasta Gerðarrætt. Rættarfundurin var tollaksmessudag og úrskurður sagdur sama kvøld. Hesin tók bert støðu til tiltakið hjá feløgunum at nokta limunum at sigla, tí tað var brot á friðarskylduna og óheimilað stríðsstig. Seinasta orðið er ikki sagt. Spurningin um samsýningina fyrireika feløgini nú at leggja fyri Fasta Gerðarrætt. Eftirløn, samlagstrygging og LÍV Eftirlønarlógin varð sett í gildi á nýggjárinum 2014. Pensiónsnýskipanin hevði verið á gáttini í fleiri ár og lítið restaði í, at fáa eitt heilskapað uppskot á heysti 2011. Fakfeløg og aðrir felagsskapir høvdu verið við í drúgvu tilgongdini. Vit høvdu verið á fleiri kunnandi fundum, fundum við arbeiðsbólkin, skrivað ummælisskriv og havt annað samskifti í drúgvu tilgongdini. Øllum kunnugt varð okkara eftirlønarskipan kollrend tann 23. desembur 2011 og forskatting av eftirlønini ein veruleiki. Bert uppsparingarparturin varð settur í verk. Tískil bert ein partur av eini heild. Sjálvsagt eigur heildin at vera kend og allýst, tá lógin verður send til hoyringar og áðrenn hon verður sett í verk. Fakfelagssamstarvið hevur staðiliga átalað, at ein lóg bert er kend í pørtum og at hoyringssvar tí eru skrivað við teirra fortreyt, at fleiri faktorar eru ókendir. Breitt samstarv og álit eru neyðug, skulu reformar setast í verk og fólkið taka væl ímóti teimum. At byggja upp tekur langa tíð. At bróta niður tekur onga tíð. Vit vita, hvør avbjóðingin er viðvíkjandi fólkasamansetingini, og hvørjar avleiðingar undanskattingin fær fyri framtíðina. Peningurin verður givin í flatskattalætta, og er ein sonn hóttan móti tí, vit ynskja at kalla vælferðarsamfelag. Peningurin verður brúktur nú. Peningur, ið skuldi verið partur av skattagrundarlagnum í komandi árum. Limir felagsins hava allir eina eftirlønaruppsparing. Henda er ásett í okkara sáttmála og flestallir limir hava 15% í eftirløn. Okkara avtala er við LÍV og eiga limirnir polisur í antin LÍV 2 ella LÍV 3, ið er gamla LÍV 1. Nógv ivamál vóru, tá tvungna uppsparingin varð sett í verk. Fyri limir felagsins var og er ikki neyðugt at gera nakað í sambandi við tvungnu uppsparingina. Og forvinnur ein limur pening frámíhjá, ber til at rinda tey tvungnu, nú tvey, prosentini inn á egna polisu í LÍV, tó ikki á polisu við landskassaveðhaldi. Starvsmannafelagið hevur lagt fitt av peningi av til eftirløn seinnu árini og eru limirnir tí heilt væl fyri í sambandi við vanligu lønina. Sum áður kunnað um, er tó ein avbjóðing, ið liggur fyri framman. Vit eiga ikki eftirløn av øllum gjøldum, herundir vaktargjøldum og yvirtíðarlønum, og hetta ynskja vit at taka upp til komandi samráðingar við FMR og KAF. Sáttmálasamráðingarnar verða umrøddar á aðalfundinum. Vit høvdu eftirløn av øllum gjøldum við sum krav til samráðingarnar við FAG, ið júst eru av. Tó vann hetta krav okkara ikki frama og tað undraði okkum. Okkara ynski er sjálvsagt, at allir limir eru væl stillaðir, eisini í sambandi við eftirlønina. Vit skulu eisini gera greitt, at vit sjálvsagt leggja dent á, at fólk, ið á einhvønn hátt eru skerd og tí fáa útgjald frá tí almenna, sjálvsagt eiga at fáa eftirlønargjald omaná sina inntøku og hava givið myndugleikunum boð um hetta. Og harafturat, at eftirlønargjald eisini skal leggjast afturat ALS-gjaldi og barsilspeningi, so tey ikki skulu rinda av tí sindri tey fáa. Fólk skulu ikki vera fyri vanbýti. Sum samfelag skulu vit altíð stríðast fyri, at ongin dettur niðurímillum, og er tað ein felags ábyrgd at tryggja øllum sømilig kor. Keypið av LÍV. Enn er ikki komið á mál í sambandi við keypið av LÍV. Nógv samskifti og fundarvirksemi hevur í tilgongdini verið við bæði Vinnumálaráðið, Ognarfelagið og leiðsluna fyri LÍV. Tað er serliga støðan viðvíkjandi LÍV 3, ið hevur verið ógreið. Hetta eru polisurnar við landskassaveðhaldi. Nú verður, eftir ætlan Vinnumálaráðsins, lógaruppskot lagt fyri tingið, so serlóg kemur at galda fyri LÍV 3. Nú bíða keypandi feløgini eftir, hvussu leikur fer. Tilgongdin hevur verið drúgv; nógv drúgvari enn ætlað og enn nakar kundi ímynda sær. Samlagstryggingin. Samlagstryggingargrunnurin hevur aðalfund hóskvøldið eftir aðalfund felagsins. Í ár verður aðalfundurin 12.03. og verður hesa ferð hildin í Kaffihúsinum. Hetta tí at hús felagsins í J. H. Schrøtersgøtu í løtuni verða umbygd. Okkara skipan er soleiðis háttað, at gjaldið, sum í nøkur ár hevur verið eitt prosent, verður tikið av eftirlønaruppsparingini, lagt afturat a-inntøkuni, skattað og síðani flutt grunninum. Øll útgjøld eru skattafrí og tí er tað skattaður peningur, ið verður fluttur í grunnin. Hvílandi limir rinda krónur 200, í grunnin um mánaðin. Nevndin hevur lagt seg eftir áhaldandi at virka fyri betri treytum og sømdum fyri limirnar Eftirlønarlógin setir krøv um samlagstrygging og tey lógarkrøvini luku vit longu frammanundan. Strongd og sálarligt arbeiðsumhvørvi Í 2014 eydnaðist okkum av álvara at seta evnini strongd og sálarligt arbeiðsumhvørvi á dagsskránna. Ein kanning, sum felagið Fegin gjørdi fyri Starvsmannafelagið, avdúkaði, at strongd er eitt minst líka stórt vandamál í Føroyum, sum tað hevur víst seg at vera aðrastaðni. Kanningin, sum fevndi um meiri enn 700 limir í Starvsmannafelagnum, staðfesti, at annar hvør limur hevur havt illgruna um strongd tey seinastu trý árini. Umleið 5. hvør limur hevur verið hjá lækna við sínum illgruna og umleið 10. hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd. Størra helvtin av teimum, sum svaraðu mettu, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum. Og størsta einstaka orsøkin, sum fólk vísa á, er at strongdin kemst av at tey halda at arbeiðsbyrðan er ov stór. Við støði í kanningini varð skipað fyri temadegi í Norðurlandahúsinum, har bæði fakfólk, umboð fyri fakfeløg og arbeiðsgevararnar og Arbeiðseftirlitið løgdu síni sjónarmið fram. Serstaka áhugavert og upplýsandi. Umrøðan avdúkaði millum annað at Arbeiðseftirlitið hevur ikki manning at taka sær av sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Og nú kom málið eisini á politisku dagsskránna. Javnaðarflokkurin setti uppskot fram á ting um at seta beinleiðis í lógina um arbeiðsumhvørvi, at lógin eisini fevnir um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Hóast uppskotið fall, so mælti meirilutin í Vinnunevndini tó Vinnumálaráðnum til at uppraðfesta arbeiðseftirlitið við tveimum starvsfólkum til dømis við einum sálarfrøðingi og einum eftirlitsfólki afturat. Arbeiðseftirlitið hevur fingið umleið 700.000 krónur í meirjáttan í 2015. Partur av hesum pengum var longu frammanundan markaður til aðrar uppgávur, so í hvønn mun meirjáttanin kemur sálarliga arbeiðsumhvørvinum til góðar í ár, er ikki greitt í løtuni. Avgerandi er tó, at málið er komið á dagsskránna. Tað er eydnaðist at varpað ljós á eitt álvarsamt heilsuligt vandamál, sum kostar bæði einstaklingum, familjum, arbeiðsplássum og samfelagnum í dýrum. Vit tosa um persónligar vanlagnur, vánaliga heilsu og stórar útreiðslur av sjúkra- og innleggingardøgum. Sum felag fara vit áhaldandi at stríðast fyri, at arbeiðsumhvørvið hjá okkara limum verður tikið í størri álvara, enn tað hevur verið higartil. Whistleblowing Hugtakið whistleblowing kom av álvara inn í føroyska gerandisdagin, tá ið uppskot til samtyktar varð lagt fyri løgtingið í heyst, um at biðja landsstýrið gera eitt lógaruppskot til eina dulnevnda varskógvaraskipan fyri almennu fyrisitingina í Føroyum. Starvsmannafelagið er millum teirra, sum hava reist spurningin um tørvur er á eini slíkari skipan, sum tryggjar, at alment sett kunnu boða frá møguligum lógarbrotum og óreglusemi á arbeiðsplássinum, uttan at óttast fyri starvsligum avleiðingum. Í temagreinum í Starvsblaðnum í fjør varpaðu vit ljós á evnið. Har kom fram, at løgtingsins umboðsmaður heldur, at føroyska fyrisitingin er ov afturlatin. Eisini kom fram, at tað valdar ein tøgnmetan millum almenn starvsfólk, við tað at tey sjáldan nýta sítt grundlógarfesta talufrælsi, eisini til at finnast at viðurskiftum á sínum egna arbeiðsplássi ella arbeiðsøki. Umframt blaðumrøðuna hevur felagið havt skeið fyri fakfelagsfólki og fyrilestur fyri álitisfólki um evnið whistleblowing. Starvsmannafelagið hevur sagt fíggjarnevnd løgtingsins sína hugsan, í sambandi við viðgerðina av lógaruppskotinum. Felagið hevur gjørt vart við, at um verandi skipan ikki er nóg góð trygd fyri opinleika og gjøgnumskygni, um mentanin er at tiga heldur enn at tala at, tá ið ivasom viðurskifti stinga seg upp á arbeiðsplássinum, so noyðast vit at umhugsa loysnir sum whistleblowing. Hinvegin hevur felagið lagt dent á, at tað er umráðandi, at skipanin verjir tey sum fara at klaga. Tað kann gerast við, at tey dulnevnt kunna venda sær eitt neutralt stað, sum til dømis kundi verið hjá Føroya Kærustovni ella Løgtingsins Umboðsmanni. Eisini eiga tey at fáa regluásetta verju móti møguligum negativum reaktiónum, sum kunnu koma í kjalarvørrinum av at tey nýta sín kærurætt. Hvílutíðarreglur Starvsmannafelagið og Strandferðslan gjørdu í august í fjør semju um hvílutíðina hjá manningunum á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Talan er um dekkarar, kokkar og cateringfólk. Kunngerðin um økta hvílutíð fyri sjófólk kom í gildi í 2012 eftir altjóða krøvum. Strandferðslan gjørdi avtalur við manningarfeløgini um hvílutíðina undir sáttmálasamráðingunum í 2013. Og við augustsemjuni í fjør vórðu nýggju reglurnar eisini settar í gildi fyri limir Starvsmannafelagsins á Smyrli. Semjan merkir, at manningarnar kunnu skeiða út tríggjar ferðir um samdøgrið. Tað vil siga, at hvílutíðin kann verða býtt sundur í trý hvílutíðarskeið um samdøgrið. Á hendan hátt fæst kabalan við nýggju hvílutíðarreglunum at ganga upp. Hvílutíðin verður hildin meðan skipið siglir millum Tvøroyri og Havnina, og fólk verða ikki drigin í løn meðan tey hvíla. Samanumtikið var hetta í stórum tað, vit frammanundan høvdu vónað at fingið burturúr. Eingin fer niður í løn, 7-daga vikan verður varðveitt, og vit hava ikki latið verkfalsrættin frá okkum. Umframt Smyril hava nýggju hvílutíðarreglurnar eisini ávirkan á hvílutíðina hjá teimum, sum sigla við Teistanum. Har vóru avtalur gjørdar frammanundan; sostatt virka nýggju reglurnar nú fyri øll strandfaraskipini. Privatisering og almenn partafeløg Tað varð eitt stórt frambrot fyri starvsfólkini á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá ið vit fingu fyrisitingarlógina fyri góðum 20 árum síðani. Við henni fingu starvsfólkini trygd fyri at verða hoyrd og fyri at avgerðir, sum til dømis ein uppsøgn, skulu grundgevast og verða lógligar og sakligar. Tískil er tað hvørja ferð eitt tilsvarandi afturstig fyri limir okkara, tá ið almennir stovnar verða umskipaðir til almenn partafeløg og fyrisitingarlóg og innlitslóg verða koplaðar frá. Ferðaráð Føroya varð umskipað til alment partafelag, og við hesum mistu starvsfólkini ta verju, tey høvdu havt sambært fyrisitingarrættinum. Lógin um alment innlit varð ikki koplað frá, men tað var fyrisitingarlógin, sum gevur starvsfólkunum størstu verndina. Samstundis samtykti løgtingið eina lóg, sum gevur Vinnumálaráðnum heimild at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni. Hvussu hetta fer at ávirka starvsfólkarættindini vita vit ikki, men vit ivast í um rættindini eftir fyrisitingarrættinum bara fylgja við uttan víðari. Gongdin er ikki ókend í okkara grannalondum, har royndirnar eru at einskiljing og útveiting grugga starvsfólkarættindini. Hetta kom millum annað fram á fakligari ráðstevnu, sum fakfelagssamstarvið hjá alment settum, NTO, skipaði fyri seinasta summar. Tá málið um at umskipa Ferðamannaráðið til partafelag var fyri, avvísti Jóhan Dahl, landsstýrismaður, møguleikanum at lata fyrisitingarlógina galda fyri partafelagið. Tað mugu feløgini sjálvi arbeiða fyri at fáa inn í sáttmálan, var svarið. Men at starvsfólkarættindi, sum eru tikin við lóggávu, ikki eru so løtt at vinna inn aftur gjøgnum sáttmálan, fingu vit at sanna við seinastu samráðingarnar við FAG. Eitt ynski frá okkum um at fáa fyrisitingarrættin ella tilsvarandi rættindi í sáttmálarnar fyri Posta og Føroya Tele, varð greitt avvíst. Starvsmannafelagið vil støðugt stríðast ímóti, at lóggevararnir ofra vunnin starvsfólkarættindi fyri at rudda slóð fyri einskiljingum. Limir Starvsmannafelagsins eru funktionerar, og í Danmark eru funktionerar til dømis vardir móti órímiligari uppsøgn gjøgnum funktionerlógina og høvuðsavtalur. Um føroyska funktionerlógin verður dagførd, so at okkara limir fáa slíka vernd, hevði ið hvussu so er nakað av tí, sum er tapt, verið vunnið inn aftur. So tann møguleikan er avgjørt verdur at umhugsa. Eldrarøkið lagt út 1. januar í ár varð eldraøkið v.m. lagt út til kommunurnar at umsita. Fyri starvsfólkini í Almannaverkinum varð hetta gjørt sambært løgtingslóg, sum tryggjaði, at starvsfólkini vóru flutt við teimum rættindum og skyldum, tey høvdu frammanundan. Vit hava varhugan av at útleggingin varð væl fyriskipað í Almannaverkinum, og vóru fakfeløgini, teirra millum Starvsmannafelagið, við á fleiri fundum við Almannaverkið um útleggingina í 2015. Eisini hava kunnandi fundir verið við Tórshavnar kommunu sum móttakandi kommunu, eins og KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skipaði fyri temadegi um evnið fyrr í ár. Tá freistin at boða frá nærkaðist, boðaði KAF frá, at felagið ikki ynskti at taka við sáttmálanum hjá Fíggjarmálaráðnum fyri tey yvirtiknu starvsfólkini. Tann sáttmálin er tó galdandi í teimum einstøku setanunum og tískil er rættarstøðan hjá starvsfólkunum óbroytt. KAF og Starvsmannafelagið hava longu sáttmála, sum fevnir um sama arbeiði og somu starvsøkir, og KAF hevur tí boðað frá, at starvsfólkini, sum komu úr Almannaverkinum verða flutt í sáttmálan hjá KAF í seinasta lagi tann 1. oktober 2015. Umframt starvsfólkini í Almannaverkinum hava kommunurnar eisini yvirtikið nøkur starvsfólk, sum arbeiddu á sjálvsognarstovnum kring landið. Av tí at tey ikki koma undir lógina, sum regulerar starvsfólkaviðurskiftini í sambandi við útleggingina, eru serligar avtalur gjørdar, sum staðfesta, at hesi starvsfólkini eru yvirtikin eftir grundreglunum í lógini. Álitisfólkaskeið Starvsmannafelagið skipaði í farna ári fyri skeiðum fyri nývald álitisfólk. Nývaldu álitisfólkini vórðu býtt í tveir bólkar. Fyrsta skeiðið var í februar og seinna skeiðið í september. Eins og undanfarin ár vóru skeiðini hildin á Gjáargarði. Innihaldið á skeiðnunum eru arbeiðsmarknaðarviðurskifti, herundir lógir og sáttmálar, hvussu ósemjur skulu handfarast, tryggingar og eftirløn, starvsfelagin vit tosa um og ikki við, fundarfyriskipan, kommunikatión og førleikar, samskifti og broytingar á arbeiðsplássinum, etikkur og arbeiði í felagnum. Sum nakað nýtt hesaferð royndu vit at hava 2 álitisfólk við drúgvum royndum, sum greiddu frá teirra royndum og ávirkan í álitisfólkaarbeiði, har eisini møguleiki var hjá skeiðluttakarunum at seta teimum spurningar. Hetta riggaði stak væl og er nakað, vit taka við okkum til komandi skeið. Fólkafundurin 2014 Starvsmannafelagið luttók á triðja sinni á fólkafundinum, ið hesaferð varð hildin í nýggju Støkk høllini í Runavík í døgunum 19.- 20. september 2014. Fólkafundurin er ein borgarastevna/ borgarafestivalur, har borgarar fáa høvi at møta og práta við umboð fyri fakfeløg, politiskar flokkar, felagsskapir o.o. Tí meta vit, at tað er av týdningi, at eitt so stórt felag sum okkara, luttekur til ein slíkan borgarafestival. Hetta gevur høvi hjá okkara limum og øðrum at fáa eitt prát við okkum um fakfelagslig viðurskifti o.a. Umframt at vit høvdu ein bás, hildu vit eisini tríggjar fyrilestrar. Erland Viberg Joensen søgufrøðingur, helt fyrilestur um fakfelags- og arbeiðarasøguna í Føroyum. Vit valdu at hava fyrilestur um júst hetta evni, tí vit vistu at miðnámsflokkar plaga at luttaka á fólkafundinum, og mettu vit at hetta evni talaði til næmingar í søgu og samfelagslæru serliga. Í kjalarvørrinum av kanningini vit gjørdu um strongd, helt Suni Poulsen, sálarfrøðingur, fyrilestur um hvussu tilbúgvingin virkar, tá fólk verða send til hús, sjúkrameldað, fyri strongd. Tann triði fyrilesturin var um ta góðu fyrisitingina, ið Kristina Samuelsen, advokatur og fyrrverandi fulltrúi á Løgtingsskrivstovuni, legði fram. Yvirskriftin var tann góða fyrisitingin, fakligt mótspæl ella politisk undirbrotligheit. Hon tosaði millum annað um javnvágina millum at tæna politikarunum og at tæna rættarsamfelagnum. Leystliga mett, mundi vera eini 1500 vitjandi hesar báðar dagarnar. Hetta er triðju ferð at skipað verður fyri fólkafundi, og væntandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Vónandi verða fólk meiri tilvitað um henda møguleika, at koma politikarum, fakfeløgum og felagsskapum í talu. Húsaverkætlanin Eysturlon á Velbastað átti lægsta boðið og vann í kapping við trý onnur feløg, tá ið lisitatiónin varð hildin tíðliga í oktober. Og mánadagin 17. november 2014 varð sáttmáli um høvuðsarbeiðstøku undirskrivaður við Eysturlon. Høvuðsuppgávan verður at út- og umbyggja ognina í millum annað Winthersgøtu 2, sum var annar av bygningunum í Vørðsluni, har Sjónvarpið húsaðist í mong ár. Harafturat er sáttmáli gjørdur um at endurnýggja fasadurnar og partvís innrætta ovaru hæddina í J.H. Schrøtersgøtu 9 av nýggjum. Soppur var staðfestur í húsunum og var hetta upprunaliga orsøkin til, at neyðugt var at fara undir arbeiðið. Sambært sáttmálunum fer sjálv umvælingar arbeiðið at kosta góðar 13 milliónir krónur. Hervið er startskotið av álvara loyst av fyri verkætlanini at gera eitt spennandi nútímans fakfelagshús mitt í Havn. Umbyggingararbeiðið byrjaði umleið 1. desember 2014, og gongst sum ætlað, verður arbeiðið liðugt um ársskiftið 2015/2016. Ætlanin er at nýggi bygningurin fyrst og fremst skal vera karmur um virksemi hjá fakfelagsrørsluni. Umframt nógvar skrivstovur fer bygningurin eisini at hýsa einum vælútgjørdum auditorium, har møguleiki verður at leiga seg inn at hava fyrilestrar, ráðstevnur og onnur størri tiltøk. Meðan umvælingar fara fram á J. H. Schrøtersgøtu, er skrivstovan hjá felagnum flutt niðan í húsini hjá felagnum, ið gamla Postfelagið átti á Tinghúsvegi 15. Skrivstovan verður væntandi aftur í J. H. Schrøtersgøtu umleið 1. apríl í ár. Fakfelagssamstarvið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið mynda Fakfelagssamstarvið. Hetta samstarv hevur skjótt fleiri ár á baki og meta feløgini, at samstarvið er týdningarmikið og eigur at halda fram. Forkvinnur og formaður hittast á fundi eina ferð um mánaðin Fundirnir verða hildnir hjá feløgunum eftir tørni. Anna Johannesen er skrivari. Somuleiðis hava eisini umsitingarnar regluligar fundir. Regluligu fundirnir og samskiftið gera, at feløgini kunnu gagnnýta vitan hvør hjá øðrum, kunnu samstarva um fleiri mál og millum annað hava vit saman møtt til fleiri hoyringar hjá ymsu løgtingsnevndunum, sent felags hoyringsskriv og ummæli. Tað er í felagsskapi, vit standa sterkast, tað svitast ikki. Vit eru fegin um góða samstarvið í Fakfelagssamstarvinum. Eisini samskiftið og samstarvið við hini fakfeløgini er gevandi og sjálvsagda leiðin at ganga og menna. Stovnan av fakbólkum Starvsmannafelagið hevur arbeitt í eina tíð við at endurskoðað bygnað felagsins, har ein arbeiðsbólkur, saman við einum fylgibólki, hevur fyrireikað hetta arbeiði. Sum tit vita, fevnir Starvsmannafelagið sera breitt fakliga; tí varð mett at tað var tørvur á at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri okkara limir. Endamálið við fakbólkunum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Niðurstøðan av arbeiðinum var, at vit gera 17 fakbólkar í felagnum, har vit hava samansjóðað fakini, ið vit meta eru í familju við hvørt annað. Tríggir fakbólkar vóru longu, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Teir eru Sosialráðgevarafelagið, Bókavarðafelagið og Felagið hjá læknaskrivarunum. Síðani hava vit stovnað hesar fakbólkar, og sett arbeiðsnevnd í hvønn bólkin at sjóseta teir. Bólkurin, ið eftir er at stovna er bólkurin fyri miðlafólk. Tað hevur verið eitt drúgt arbeiði at fáa allar limirnar bólkaðar í fakbólkar, hetta orsaka av at Starvsmannafelagið hevur trupult við at fáa setanarbrøv inn frá stovnum. Tí hevur borið illa til at sæð, hvat starvsheiti hesi fólk hava. Hetta arbeiðið er nú komið á mál, og næsta stigið verður at taka ein fund aftur við nevndirnar, og at senda limalistar til avvarðandi nevndir, soleiðis at hesi kunnu kalla limir inn til aðalfundar, har ein formlig nevnd skal veljast fyri hvønn bólkin. Nevndin, ið verður vald á aðalfundinum, avloysir arbeiðsnevndina, ið vit fyribils fingu sett fyri hvønn bólkin á stovnandi fundunum. Visiónsarbeiði Starvsmannafelagið fekk niðurfelt sína visión fyri felagið fyri tveimum árum síðan, og tað hevur verið arbeitt miðvíst við konkretum uppgávum út frá hesi visión síðan tá. Visiónin inniheldur 6 fokusøki, ið arbeitt verður útfrá. Fyri at finna fram til hvat vit ætlaðu at arbeiða konkret við í 2014, høvdu vit eitt arbeiðsvikuskifti Við Gjógv 4.-6. apríl, har nevnd og umsiting arbeiddu við at konkretisera visiónsarbeiðið. Tað bleiv gjørd ein tíðarætlan fyri árið. Niðanfyri eru nøkur av deilmálunum, vit hava fingið av skafti síðan seinasta aðalfund. Árliga norðurlendska ráðstevnan, sum fakfelagsskapurin NSO, skipar fyri, varð í fjør hildin í døgunum 9. til 12. juni í svenska býnum Tällberg, sum liggur í náttúruvakra økinum Dalarna. Evnið á ráðstevnunum var spennandi. Umframt framløgu frá hvørjum landi sær, sum varð knýtt til evnið á ráðstevnuni, vóru tveir fyrilestrahaldarar. Annar var Hanna Kuusela úr Finlandi, sum tosaði um konsulentdemokrati - hví gera tað almenna óvitandi og ineffektivt. Um skjótt vaksandi trupulleikarnar við at brúka konsulentar at loysa almennar uppgávur, og vitanin harvið hvørvur av stovninum, tá uppgávan er liðug og konsulentarnir fara úr størvunum. Hanna Kuusela hevur skrivað bók um sama evnið, sum hon nevnir konsulentdemokrati. Hin fyrilestrahaldarin var Lena Marcusson úr Svøríki, sum tosaði um evnið Góð leiðsla - ein mannarættur í vælferðarsamfelagnum, herundir um greiðar demokratiskar reglur fyri mannagongdum, sum tryggja rættartrygdina hjá borgarunum í praksis. Fyri Starvsmannafelagið luttóku Selma Ellingsgaard, Svend Åge Seloy, Anna Johannesen og Dánjal Højgaard. Eisini luttaka samráðingarleiðararnir fyri almenna arbeiðsgevaran á hesum ráðstevnum og fyri Føroyar, Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini. Fyri tveimum árum síðani avgjørdi stýrið fyri NSO at seta tvey netverk, sum arbeiddu við førleikamenning og rekrutering av lærlingum. Hesi vóru liðug við sítt arbeiði í heyst. Gjørdar eru tvær frágreiðingar. Onnur lýsir støðuna í limalondunum viðvíkjandi avbjóðingini við akademisering av arbeiðsmegini og hin lýsir, hvussu vit fáa ungdómin áhugaðan fyri fakfeløgum. Stýrið fyri NSO hevur móttikið frágreiðingarnar, og er samt um, at hetta er ein góður háttur at samstarva, har felags avbjóðingar verður lýstar frá ymsum sjónarhornum og síðani samansjóðaðar í einari frágreiðing. Hetta er nakað, vit framyvir kunnu gera gagn av, til at finna eitt felags stev í framtíðar avbjóðingum. Á árligu ráðstevnuni í ár, sum verður í Finnlandi, stendur Starvsmannafelagið fyri tørni at taka við formansskapinum fyri NSO og tískil eisini at fyrireika ráðstevnu í Føroyum í august/september 2016. NTR Árliga ráðstevnan, sum fakfelagsskapurin NTR skipar fyri, varð hildin á skeiðsdeplinum hjá HK, ið liggur í Christiansminde við Svendborg, í døgunum 17.- 20. august 2014. Yvirskriftin á ráðstevnuni var Framtíðar arbeiðslívið hjá limunum, og hvørja ábyrgd hava fakfeløgini. Limurin og fakfelagsrørslan: Ráðstevnan setti fokus á, hvussu limirnir og fakfelagið møta felags avbjóðingum í arbeiðslívinum í framtíðini. Limurin og arbeiðslívið: Hvussu vil arbeiðsgevararollan útviklast og hvørjar eru avbjóðingarnar í arbeiðslívinum í framtíðini, og hervið hvussu vil luttøkan hjá fakfelagsrørsluni verða við til at útvikla hetta samstarvið ígjøgnum limirnar. Umframt fleiri áhugaverdar fyrilestrar vóru tvey kaféborðskjak. Hetta er skipað soleiðis, at smærri bólkar vórðu settir saman at lurta fyrst eftir einum innleggi og síðani verður kjakast og spurt inn til evnið. Evnini í fyrra kjakumfarinum vóru millum annað. Kommunikatión millum fakfelagið og limin, Hvussu fáa vit nýggjar limir, Limakanningar, Hvussu arbeiðir mann við sambandinum við ungdómin og lærlingar, stuðulsgrunnar og stuðul til útbúgvingar, Skúling og skeið í fakfeløgunum, sum økja um førleikarnar og Strukturering av limunum eftir faki. Í seinna kjakumfarinum vað millum annað kjakast um hesi evnini. Ungdómurin og lærlingar, Eftirmetingar og samstarv millum kommunur og fakfeløgini, Hvat kann fakfelagið geva fyri eitt meira balansera arbeiðslív, Rætti persónurin á rætta plássinum. Eisini varð vitja á stovnum. Hetta var væl móttikið, tí luttakararnir meta tað av stórum týdningi, at síggja hvussu tey arbeiða á stovnum í øðrum norðurlondum. Kristine Sticker Hestbech, prestur, sum eisini er vælkend her í Føroyum, endaði ráðstevnuna við fyrilestri undir heitinum Eitt arbeiðs- og familjulív í javnvág. Hetta var ein fyrilestur, ið fekk sera góða móttøku og setti nógvar tankar í gongd hjá teimum flestu. Fyri Starvsmannafelagið luttóku Súni Selfoss, Niels á Reynatúgvu, Karin Jacobsen og Guðrið Joensen. Vitjanir kring landið Sum liður í føstu vitjanunum kring landið vóru nevnd og umsiting Starvsmannafelagsins í 2014 og vitjaðu limir og stovnar í Vágum og í Sandoynni. Í mai vitjaðu vit seks arbeiðspláss í Vágum. Umframt Vága Floghavn vitjaðu vit Rúsdrekkasøluna, Sjóvinnustýrið, Telebúðina, Vága Kommmunu og Sørvágs kommunu. Dagurin endaði við kvøldsetu á hotellinum. Forkvinnan greiddi frá heimasíðuni og arbeiðinum at stovnseta fakbólkar í Starvsmannafelagnum og Dan Joensen, tryggingarmaður greiddi frá broytingunum á pensjónsøkinum. Í steðginum spældi og sang Sámal Ravnsfjall. Í juni gekk leiðin í Sandoynna, har vit vitjaðu fimm arbeiðspláss: Kunningarstovuna, Posta, húsavørðirnar á Meginskúlanum og Rúsuna á Sandi og umsjónarfólkið í Skálavíkar kommunu. Um kvøldið var limatiltak í summarhúsunum hjá Starvsmannafelagnum í Skálavík, har kunnað var um felagið, heimasíðuna og um pensjónir. Av tí at aðrar uppgávur hava trokað á hava vitjaninar kring landið ikki verið so tættar í seinastuni, sum vit kundu havt hugsað okkum. Gongst eftir ætlan fara vit tó at vitja arbeiðspláss aftur í vár, tá ið Havnin stendur fyri tørni. Ferðirnar kring landið eru sera týdningarmiklar. Tær knýta okkum tættari, geva nevnd og umsiting innlit í dagliga arbeiði og arbeiðskor hjá limunum, og vit fáa sett orð á spurningar av fakligum og fakfelagspolitiskum slagi, sum limirnir eru upptiknir av. Vitjanirnar geva eisini nevnd og umsiting íblástur til víðari arbeiði. Festival atgongumerki Sum eitt afturvendandi tilboð til limir felagsins, høvdu limir okkara aftur høvi í 2014 at keypa atgongumerki til Summarfestivalin fyri ein væl lægri kostnað. Vit bíløgdu 200 stykkir, og øll blivu seld. Tí hava vit valt aftur í ár at bíleggja 200 atgongumerki, hesaferð verður kostnaðurin 750 krónur, hetta tí at tað vera stór nøvn við á festivalinum í ár. Hugnakvøld Sum siður er, vórðu hurðarnar í hølum Starvsmannafelagsins aftur í heyst latnar upp á víðan vegg fyri limum felagsins. Umleið 70 limir høvdu boðað frá luttøku til árliga hugnakvøldið. Og talið var ikki minni, tá ið vit sessaðust við tey hugnaligu og prýddu borðini um hálvgum átta tíðina. Sum siður er, var spurnakapping á skránni, sum Niels á Reynatúgvu, nevndarlimur í felagnum, enn einaferð skipaði fyri við kønari hond. Tað stóð á jøvnum millum borðini hjá Fíggjarmálaráðnum og borðið hjá læknaskrivarunum, og eykaspurningur mátti til fyri at avgera dystin. Og tá drógu tey í FMR longra stráið. Jens Marni Hansen sang og spældi, meðan vit fingu okkum ein lættari bita við mandlurísi omaná. Eisini fingu vit kaffi og annað gott at drekka. Felagssangurin gekk lystiliga og farið varð væl um midnátt, áðrenn tey seinastu takkaðu fyri seg. Hugnakvøldið er eitt gott høvi hjá arbeiðsplássum á sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum at koma saman at hugna sær saman við starvsfeløgunum. Sum felag fegnast vit um, at fleiri av okkara limum seta hetta kvøldið av til gaman og hugna í hølum felagsins. Takk fyri Nevnd og umsiting takka tykkum øllum fyri farna árið. Enn eitt hendingaríkt ár er lagt afturat søgu felagsins og vit vita, at eitt áhugavert ár eisini liggur fyri framman. Málið og stavnhaldið er framvegis áhaldandi at styrkja og verja limanna rættindi og kor. Hjartaliga vælkomin til aðalfundar á Skúlaheiminum í Marknagili. Politisku flokkarnir. Umboð fyri politisku flokkarnar eru sinnað at skipa so fyri, at sálarliga umhvørvið á arbeiðsmarknaðinum verður betri, og at tað slepst undan strongd á arbeiðsplássum. Tað kom fram á kjakfundi Starvsmannafelagið skipaði fyri í Miðlahúsinum um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tað vóru serliga úrslitini í eini kanning, sum Starvsmannafelagið hevur latið gjørt um strongd, ið høvdu áhuga millum fundarfólk. Kanningin hjá Starvsmannafelagnum vísir millum annað, at strongd á føroyskum arbeiðsplássum er so álvarslig, at samanbera vit við líknandi kanningar aðrastaðni, so elvir strongd til 14 deyðsføll um árið. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum, Selma Ellingsgaard, bjóðaði vælkomin. Hon greidi stutt frá kanningini og úrslitinum, hon legði dent á týdningin av at taka máli í størsta álvara og at sálarliga arbeiðsumhvørvið verður raðfesta. Almenna arbeiðsplássið Umboðið hjá Framsókn, Hanna Jensen, fekk orðið fyrst. Hon helt millum annað, at taka vit útgangsstøði í almenna arbeiðsplássinum, so ber til at seta sær nøkur mál. Hon segði, at vísir trupulleikin við strongd seg á almenna arbeiðsplássinum, ja, so er í hvussu er ein partur har, ið ikki riggar nóg væl. Eitt rák í samfelagnum í dag er, at fólk einsæris leita sær hjálp, og tað er als ikki altíð rætta loysnin. Eg haldi, at hetta í stóran mun er ein leiðsluspurningur, segði Hanna Jensen. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, umboðaði Fólkaflokkin. Hann helt hetta vera ein ómetaliga stóran og álvarsligan spurning. Eg síggi hetta sum eitt úrslit av tí háttinum, vit innrætta okkara samfelag. Tað er ongin ivi um, at talið av strongdum er vaksandi, og eg trúgvi, at hetta serliga ger seg galdandi hjá teimum, sum arbeiða við fólki. Umsorganararbeiði er eitt strævið arbeiði, um tað so er úr vøggustovu til ellisheim, segði Bjarni Djurholm. Ein fólkasjúka Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, helt fyri, at hendan fólkasjúkan, sum eitur strongd, neyvan er nakað, politikarar ella onnur hava givið sær nóg nógv far um. Tað er rættiliga alarmerandi, at vit hava so nógv fólk, sum verða sjúkrameldað orsakað av strongd. Hetta er harmiligt fyri tey, ið vera rakt, og haraftrat kostar hetta nógvan pening. Frank Jacobsen umboðaði Miðflokkin. Hann helt, at tá vit tosa um strongd, vita vit, at tað ávirkar alt samfelagið fíggjarliga, sjúkrapeningur, mistur arbeiðsførleiki o.s.fr. Men vit mugu ikki gloyma, at tað sanniliga gongur út yvir einstaklingin sjálvan. Tá ein einstaklingur verður raktur av strongd, verður eisini arbeiðsplássið rakt, vinfólk og ikki minst familjan verða eisini rakt, segði hann. Siri Stenberg, umboðandi Tjóðveldi, segði, at hon hevði lisið frágreiðingina við áhuga. Hon helt úrslitini í kanningini minna nógv um støðuna í grannalondunum. Men í mun til grannalondini hava vit gjørt ov lítið við hendan trupulleikan. Sjálv eri eg sjúkrarøktarfrøðingur. Í tí sambandi havi eg sæð, at mann uttanlands er komin til, at strongd og arbeiðsumhvørvi heilt greitt hanga saman, segði hon. Eyðgunn Samuelsen, í Javnaðarflokkinum, helt, at kanningin hjá Starvsmannafelagnum veruliga hevur sett hetta málið á dagsskránna. Vandi er fyri, at strongd verður størsta orsøkin til sjúkrameldingar og fráveru frá arbeiði um nøkur fá ár. Tí er tað avgjørt eitt øki, fokus eigur at verða sett á. Hyggja vit at tí fíggjarliga, so er alt, sum talar fyri, at nógv meira eigur at vera gjørt á hesum økinum, segði Eyðgunn Samuelsen. Kommunur og fólkaheilsuráðið Mangan eru tað almennu arbeiðsplássini, ið verða sett í samband við strongd. Men Eyðgunn Samuelsen helt, at kommunurnar, sum varða av eldraheimum av ymsum slag, eisini mugu fram á vøllin í stríðnum at basa strongd á arbeiðsplássum. Vit skulu eisini hyggja eftir, hvat tann einstaki kann gera. Og her hugsi eg, at Fólkaheilsuráðið eisini kundi verið brúkt, segði Eyðgunn Samuelsen. Johan Dahl, landsstýrismaður, helt, at tað fyrst og fremst er arbeiðsplássið, sum hevur ábyrgdina av, at arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum er ílagi. Júst tað er týdningarmikið at sláa fast, og tískil er tað ikki bara ein politiskur spurningur. Sjálvandi skal politiski myndugleikin hava eina ætlan fyri, hvussu vit fáa tingini at rigga nøktandi arbeiðsumhvørvisliga. Tí er tað týdningarmikið við eini trípartaloysn við politiska baklandinum, arbeiðsgevarum, og teimum, sum varða av arbeiðsfólkunum úti á arbeiðsplássunum. Vit hava ongantíð havt eina tílíka skipan, og tað er spell, helt Johan Dahl. Bjarni Djurholm var samdur við Johan Dahl. Hann heldur eisini, at ábyrgdin fyrst og fremst er úti á arbeiðsplássinum. Fyri mær er ongin ivi um, at ein umhugsin leiðsla, sum er greið í sínum útmeldingum, og sum er áhuga í ynskjum, ið koma frá starvsfólkunum, og ikki rennur undan ábyrgd, er týdningarmikil, segði Bjarni Djurholm. Tann einstaki hevur eisini ábyrgd Frank Jacobsen vísti á týdningin av, at einstaka arbeiðsfólkið eisini hevur ábyrgd. At hin einstaki dugir at siga, at hetta makti eg, og her er markið fyri, hvat eg kann og ikki kann. Tí haldi eg tað vera týdningarmikið, at tú hevur ein greiðan dialog millum leiðslu og starvsfólk, soleiðis at tú torir at tosa opið um, at nú er markið hjá mær rokkið. Á tann hátt kunnu arbeiðsfólk vera við og hava ávirkan á arbeiðsgongdina. Og tá kunnu arbeiðsfólk siga leiðsluni frá viðurskiftum, sum ikki eru í lagi, og sum leiðslan onki veit um. Eg haldi, at tá tað kemur til stykkis, so hava báðir partar ábyrgd, bæði leiðsla og starvsfólk, segði Frank Jacobsen. Siri Stenberg vísti á, at fólk innan eldrarøktina til dømis ofta arbeiða niðursetta tíð. Men dagurin er ofta býttur upp, har viðkomandi møta nakrar tíma fyrrapart, og so aftur nakrar tímar seinnapart. Hetta kann vera strævið aftrat tí, at inntøkan er lág. Sovorðið heldur Siri Stenberg eisini kann føra til strongd. Hon setti spurnartekin við, um vit ikki áttu at havt ein stovn, sum tók sær av arbeiðsumhvørvi burturav. Starvsfólk tora mangan ikki at siga frá. Og hvussu skal tað vera, um starvsfólkini ræðast leiðsluna og ikki tora at siga tingini sum tey eru. Men vit eiga ikki at geva upp, tí strongd er nakað, sum tað ber til at gera nakað við, helt Siri Stenberg. Eyðgunn Samuelsen vísti á, at tað almenna er ein stórur arbeiðsgevari, og at nógvir trupulleikar við strongd eru á almennum arbeiðsplássum. Hon vísti eisini á týdningin av einum trípartasamstarvi millum tað politiska, arbeiðsgevarar og fakfeløgini. Selma Ellingsgaard tók undir við hesum og vísti á, at trípartasamstarv manglar í Føroyum og er umráðandi at fara undir. Sum heild var tað júst hetta trípartasamstarvið, ið fundarluttakararnir vístu áhuga, og sum teir mettu, kikarin eigur at verða settur á. Breið semja var um, at nakað eigur at gerast til tess at minka um strongd á arbeiðsplássum. Og semja var eisini millum fundarluttakararnar um, at allir partar hava ábyrgd, politiska landslagið, arbeiðsgevarar og hin einstaki. Ein av áhoyrarunum var Suni Poulsen, sálarfrøðingur. Hann segði í eini viðmerking, at tað í veruleikanum er lætt at lekja fólk við strongd, tí tað í stóran mun kann loysast við samrøðum. Hann legði aftrat, at hansara greiða fatan er, at privat arbeiðspláss duga nógv betur at fara við sínum starvsfólkum enn tað almenna. Hetta er jú beint tað øvugta av tí, vit høvdu fatan av fyrr, segði Suni Poulsen. Ein annar áhoyrari, Anna Johannesen, fanst at útsagnunum hjá serliga Johan Dahl og Bjarna Djurholm, um at trupulleikin fyrst og fremst er hjá arbeiðsgevarunum. Nei, trupulleikin er fyrst og fremst hjá politiska myndugleikanum, sum skapar rammurnar um starvsfólkini á almenna arbeiðsmarknaðinum, segði Anna Johannesen. Kjakfundurin um sálarliga umhvørvið og strongd á arbeiðsplássum hevur ivaleyst sett hol á eitt kjak, sum vit millum annað fara at hoyra meira um til komandi val. Nógvir tilburðir av hættisligum sjúkum Hóast talið av limum, ið fáa staðfesta álvarsliga sjúku, er minkað, er tað framvegis høgt. Aðalfundurin hjá Samlagstryggingargrunni Starvsmannafelagsins verður í ár hildin á Grækarismessu, tann 12. mars. Vanliga verður fundurin hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn, men av tí at ognin í J.H.Schrøtersgøtu verður umbygd, verður fundurin í ár hildin í Kaffihúsinum undir Bryggjubakka. Á aðalfundinum verður greitt frá um virki grunsins í farna roknskaparári og verður eisini sagt frá hvørjar ætlanirnar eru fyri komandi virkisár. Roknskapurin verður framlagdur og val av nevndarlimum er eisini a skránni. Um limir vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfundinum og annars hava møgulig lógaruppskot ella uppskot til broytingar í reglugerðini, mugu senda nevndini hesi í seinasta lagi hósdagin 5. mars 2015. Uppskotini kunnu sendast til skrivstovuna hjá Starvsmannafelagnum. Fremsta virki hjá Samlagstryggingargrunninum er at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Hóast vit kunnu siga, at skaðagongdin hevur verið rímilig, um vit seta hana í mun til samlaða limatalið, so er tó einki ár uttan skaða. Einki at ivast í, at besta gongdin hevði verið, um skaðar ikki komu fyri, men tann hjálpin, ið grunnurin veitir, kann møguliga vera við at linna um hjá teimum, ið hava verið fyri sjúku ella deyða. Heldur ikki í 2014 eru vit sloppin undan menniskjaligum missi. Tveir av limum okkara doyðu og lat grunnurin aftrat hesum eisini seks útgjøld í sambandi við deyða hjá hjúnafelaga. Hóast talið av staðfestum álvarsligum sjúkum er minkað, so vóru tó ellivu, ið fingu útgjald í sambandi við sjúku. Ongar fráboðanir vóru um álvarsligar sjúkur hjá børnum í 2014. Aftaná viðtøkubroytingarnar í 2010 átekur grunnurin sær eisini at veita limum, ið gerast óarbeiðsførir, gjaldsundantøku, so at hesir framhaldandi kunnu varðveita limaskapin i grunninum og verða fataðir av teimum tryggingum, ið grunnurin keypir. Tjúgu limir hava nú fingið játtaða gjaldsundantøku. Fram til 2027 er lokaupphædd partur av tryggingarskipanini hjá Samlagstryggingargrunninum. Árini frá 2018 til 2027 verða so nýtt til eina niðurlaðing av upphæddunum, ið verða útgoldnar. Lokaupphæddin er enn 100.000 krónur til tey, ið hava nátt pensjónsaldur og hava rætt til fulla upphædd, og vórðu í 2014 útgoldnar um fýra milliónir krónur í lokaupphædd. Tá lokaupphæddin í 2028 er burtur, kemur grunnurin bert, á samhaldsføstum støði, at keypa ymsar tryggingar vegna limirnar. Tað eru nógvir limir, ið venda sær til grunnin við ymsum fyrispurningum. Nógvir av hesum snúgva seg sjálvsagt um ymiskt viðvíkjandi samlagstryggingini, sum tíverri ikki røkkur tá umræður at nøkta allan tørv. Grunnurin hevur fleiri tung mál, ið arbeitt verður við, men ásannast má, at tað eru sjúkur, ið ikki eru fataðar av tryggingini og eisini hevur verið neyðugt at taka til eftirtektar, at tað eru limir hvørs tryggingarviðurskifti ikki hava verið, sum tey eiga. Í veruleikanum snúgva flestu fyrispurningarnir seg tó um onnur viðurskifti enn tryggingar Talan er fyrst og fremst um eftirlønarmál. Nógv eru framvegis ørkymlað av broyttu pensjónslógunum og kenna seg samstundis ótrygg hvussu hesar koma at ávirkað tey tá tey røkka eftirlønaraldur. At svara spurningum um hetta, og um annað, ið hevur við trygging og eftirløn at gera, verður umboð frá LÍV við á aðalfundinum. Fundurin verður, sum nevnt oman fyri, hóskvøldið 12. mars klokkan 19 í Kaffihúsinum, Bryggjubakki 14, Tórshavn. Sáttmálar undirskrivaðir við Føroya Arbeiðsgevarafelag Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu undir nýggjar sáttmálar 16. januar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 1. januar 2017. Lønin hækkar 1. januar 2015 1,98 % og 1.januar 2016 hækkar hon 2,25 %. Hendan hækking er á sama stigi, sum onnur feløg hava fingið. Eins og onnur feløg hevur Starvsmannafelagið gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist. Afturfyri hevur felagið fingið ynski eftirlíkað, sum eftir okkara tykki viga væl upp ímóti, sigur Selma Ellingsgaard. Kunningarrættur Í fyrsta lagi hevur felagið fingið í sáttmálan, at tá nýggj fólk verða sett í starv eftir sáttmálanum, verður skipað fyri fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið, sum partur av innføringini í starvið. Endamálið við fundinum er at geva felagsálitisfólkinum høvið at kunna um limaskap í Starvsmannafelagnum. Hesin fundur verður hildin áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað. Hetta er eitt týðandi framstig. Hetta gevur okkum høvi at kunna starvsfólkini um rættindi og fyrimunir annars við at verða skipað í fakfelag, sigur Selma Ellingsgaard. Serlig samsýning Eisini eru Starvsmannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið samd um, hvussu samsýningin skal vera, um tað hendir, at starvsfólk verða boðsend til arbeiðis í feriutíð. Partarnir eru samdir um, at sum útgangsstøði eigur tað ikki at koma fyri, at starvsfólk fáa boð at koma til arbeiðis, tá ið tey hava feriu. Um hetta í heilt serligum førum er neyðugt, skulu starvsfólkini hava dupulta tímaløn, tó ongantíð minni enn hálvan dag. Umframt tað, sum her er nevnt, eru gjørdar ávísar broytingar og tillagingar í sáttmálunum. Innstilling av ársins álitisfólki Seinastu nógvu árini hevur Starvsmannafelagið kosið ársins álitisfólk á aðalfundi felagsins. Hetta tí felagið metir, at arbeiði sum álitisfólk gera, er av stórum týdningi, bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt arbeiði, ið kanska ikki altíð verður nóg virðismett. Ofta er ringt at velja ímillum, hvør skal hava heiðurin. Nevndin hevur tí millum annað hugt eftir hesum kriterium. Royndir sum álitisfólk, virkin í fakfelagshøpi, arbeitt fyri at vart rættindi og skyldur hjá starvsfólki ella felag. Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling hvønn tey meta eigur at verða kosin ársins álitisfólk. Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá hví tit halda at tað fólk, ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin at verða kosið Ársins álitisfólk. Send felagnum ein teldupost ella eitt bræv við uppskoti tykkara, so hetta er felagnum í hendi í seinasta lagi fimm dagar áðrenn aðalfundin. Tað er nevnd felagisns, ið tekur avgerð um hvør fær heiðurin. Nevndin tilskilar sær rætt til sjálv at koma við uppskoti um hvør skal gerast Ársins álitisfólk um hon heldur tað verða neyðugt. Politiskt aktivt, men ikki partapolitiskt Starvsmannafelagið er ikki ein politiskur flokkur, og vit skulu ikki í løgtingið. Vit eru partapolitiskt óheft. Kortini eru áhugamálini hjá einum fakfelag, sum okkara, tengd at politikki og politisku skipanini. Og tí mugu vit virka fyri at fáa politiska undirtøku fyri okkara áhugamálum. Lat meg fyrst nevna nøkur dømi um mál, sum hava havt beinleiðis ávirkan á limir felagsins, uttan at vit hava havt stórvegis møguleika fyri at ávirka avgerðirnar og ikki minst, hvørja ávirkan hetta hevur havt fyri limir felagsins. Forskatting av eftirlønini sum samstundis gjørdi at eftirlønarskatturin hækkaði við 5 % Flatskattaskipanin sum mest av øllum gevur teimum, ið frammanundan eru væl lønt, skattalættan. Lág- og miðallønt fáa lítlan og ongan ágóða av hesum. Hvílitíðarreglan fyri siglandi fólkið. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum undirskrivaði altjóða reglur fyri siglandi fólk uttan at tosa við sáttmálapartarnar fyrst. Hetta hevur so ført við sær, at vit eftir meira enn tvey ár enn ikki hava fingið allar avtalur upp á pláss. At skriva undir og so siga at onnur eftirfylgjandi skulu loysa teir trupulleikar, sum standast av hesum, er ikki gott nokk, samstundis sum SSL ikki fær eina krónu til at fáa kabalina viðvíkandi skema og hvílitíð at ganga upp. Hetta er eftir mínum tykki púrasta meiningsleyst og vísir alt annað enn virðing fyri teimum starvsfólkum, ið starvast umborð á strandfaraskipunum. Strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum. Jólafriðurin varð brotin, tá ið arbeiðsgevararnir tollaksmessudag stevndu fakfeløgunum í Fasta Gerðarætt. Starvsfólkini á strandfaraskipunum høvdu fingið arbeiðsboð 1. jóladag, sum annars hevur verið fastur frídagur, uttan at nøkur avtala var um hvussu tey skuldu lønast fyri hetta arbeiðið. Partarnir høvdu samráðingarfundir um lønina uttan úrtslit og tí noktaðu manningarfeløgini limum sínum at arbeiða 1. Jóladag. Lønardeildin fór síðani í Fasta Gerðarrætt við málinum. Knúturin er framvegis óloystur. Startskotið til alla balladuna varð helst latið av í løgtinginum. Andstøðan legði í heyst eitt uppskot til samtyktar um at fáa strandfaraskipini at sigla allar dagar á árinum. Uppskotið varð felt, men meirlutin í vinnunevndini, samgonguumboðini, vísti á, at samgongan longu hevði avgjørt at skipini skuldu sigla allar dagar á árinum og at peningur varð játtaður til endamálið í fíggjarárinum 2015. Víðari verður sagt, at Meirlutin ynskir tí tó, at tað longu í ár eisini verður siglt 1. Jóladag, og fer tískil at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at bera so í bandi, at strandfaraskipini sigla 1. Jóladag í ár. Uttan yvirhøvur at ráðføra seg við feløgini á økinum var ein politisk avgerð trýst ígjøgnum. Tað vil siga, at meðan øll onnur í føroyska samfelagnum fáa ískoyti fyri arbeiði skeivar arbeiðsdagar og halgidagar, ætlar almenni arbeiðsgevarin at okkara limir á strandfaraskipunum skulu vera undantikin hesum. Alt rokið bara so, at nakrir politikarar kanska kunnu vinna sær nakrar eyka atkvøður fyri at víðka um ferðaætlanina. Við so at siga at skriva rokning uttan vert. Millum annað hesi málini gera meg enn meira sannførdan um, at Starvsmannafelagið skal verða politiskt aktivt alla tíðina. Vit skulu ikki binda okkum til nakran flokk, men vit skulu royna at ávirka allar politiskar flokkar, tá ið tað ræður um at fremja áhugamálini hjá okkara limum. Hetta kann gerast á ymiskan hátt. Starvsmannafelagið eigur sum tað fyrsta at hava regluligt samskifti við teir politisku flokkarar. Vit eiga at fremja lobbyvirksemi, har tað tænir limanna felags áhugamálum. Eitt hugskot er at seta í verk sokallað trípartasamstarv, sum er eitt samstarvs millum arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og politisku myndugleikarnar. Eitt felags forum av hesum slagi kann geva okkum góðar kanalir til politisku skipanina. Vit sleppa at greiða frá teimum málum, sum upptaka limirnar. Hetta kann verða eitt forum fyri góðum dialogi, har myndugleikarnir fáa beri innlit í lív og líkindi hjá limunum. Har vit kunnu náa mál, sum ikki kunnu røkkast við fakligum stríði. Eisini eiga vit sum fakfelag at fylgja væl við til tess at tryggja, at vit altíð verða hoyrd í málum sum ávirka arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu tryggja at øll lógaruppskot, sum ávirka kor limanna verða send Starvsmannafelagnum til hoyringar. Samstundis skulu vit tryggja, at hetta altíð verður gjørt við rímililigari freist, so at talan ikki verður um proforma hoyring, sum vit tíverri uppliva óneyðuga ofta. Ein annar táttur er støðugt at varpa ljós á og royna at ávirka allar politiskar flokkar í málum, sum viðkoma okkara limum. Starvsmannafelagið er ein týðandi leikari á føroyska arbeiðsmarknaðinum og tí áliggur tað okkum, at seta mál á dagskránna, sum kunnu betra umstøðurnar hjá limunum. Seinasta dømi um hvussu hetta kann gerast er hvussu vit hava varpað ljós á vandamálið strongd og eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Eitt átak, sum hevur fingið stóra almenna umrøðu og har útlit eru fyri batum. Í valárinum 2015 hevur felagið kosið sær nøkur kjarnumál. Mál, sum vit sum felag meta hava stóran týdning fyri okkum øll. Felags fakfelagsmál, sum vit ynskja at varpa ljós á, og sum vit fegin vildu sæð aftur valskráunum hjá politisku flokkunum og í einum komandi samgonguskjali, óansæð litin á teimum politisku flokkunum. Starvsmannafelagið er partapolitisk óheft, men vit virka í einum politiskum veruleika. Sum ein týðandi faktorur á arbeiðsmarknaðinum kunnu vit ikki gera sum strussurin og stinga høvdið í sandinum. Vit hava tvørturímóti skyldu at spæla upp á allar politiskar streingir fyri at fremja felags áhugamálini hjá okkara limum, soleiðis sum lógir felagsins áleggja okkum. Asanti sana merkir túsund takk á Swahili. Hetta var eitt av fáu orðunum eg lærdi, tá eg mitt í fýrsunum, saman við systur míni, arbeiddi sum sjálvboðin í lítlu bygdini Jora í Kenja langt frá alfara vegi. Hetta var gjøgnum felagsskapin Mellemfolkeligt Samvirke. Í bygdini var hvørki elektrisitet ella rennandi vatn. Vit búðu í einum skúla, har vit svóvu á gólvinum. Skúlin var bygdur úr múrsteinum, gólvið var stoypt, takið var úr alminium. Tað vóru vindeygu í bygninginum, tó vóru eingir rútar í. Vanliga fóru vit niðanum leirsmátturnar í bygdini at vaska okkum eftir loknan arbeiðsdag. Vit gjørdu múrsteinar úr leiri og sandi. Har var ein á, sum varð brúkt til tað sama. Men ein leygardag, vit høvdu frí, hildu vit, at vit skuldu fara til grannabygdina at vaska okkum. Tað tók um hálvan tíma at ganga har til. Vit tóku handklæð og sjampo í ein plastikk beriposa og so til gongu. Tá vit vóru komin hálva leið, møta vit einum eldri manni, nakað niðurboygdur og troyttur. Á rygginum ber hann eina kurv, fulla av fruktum. Hann steðgar á, og heilsar jambo, jambo, sum merkir hey ella halló. Hann virkar so ótrúliga áhugaður í plastikkposanum, eg beri í hondini. Hann nertir við posan, hevur líkasum hug at kanna, hvussu hann fungeraði og vil prøva at halda posanum. Vit samskiftu við ymiskum geberdum okkara millum, og skjótt finni eg útav, at hann ongantíð áður hevur sæð ein sovorðnan plastikk beriposa. Hann ger tekn um, at vilja gera ein býtishandil. Jú, eg haldi, at um posin hevði so stóran áhuga, so skal hann fáa posan. Afturfyri bjóðar hann okkum 12 mangofruktir. Eg hevði tá ongantíð áður sæð eina mangofrukt, og visti enn minni, hvussu fantastiska væl henda leskiliga frukt smakkar. Maðurin fær plastikkposan og fer avstað við einum brosi. Hann takkar so mangar ferðir, meðan hann veitrar. Henda søgan kemur fram fyri meg nú í desember, tá eg komið dragandi heim við fimm plastikkposum. Ein frá klædnahandli í miðbýnum, ein frá smýkkuhandli, tveir frá matvøruhandli og ein, har eg havi tvey pør av skóm í. Í eina posanum er ein skjúrta, sum eg havi keypt til mannin. Eg ivist eina løtu, um maðurin mann passa skjúrtuna. Best mann tí vera, at pakka upp beinanvegin, so hann kann royna skjúrtuna, og eg soleiðis tjekka av, um hon nú skal býtast um ella ikki. Fyrst í posan at taka skjúrtuna upp. Næsti posin, sum sjálv skjúrtan er í, kennist sum ein fundarmappa. Stív, snotilig, við pappírum og klipsum. So at pilka nálirnar úr skjúrtuni, eina og eina, síðan at taka hektini út, sum halda skjúrtuni og pappinum inni í skjúrtuni saman, tey eru um 46 í tali, síðan at taka plastikkið, sum er um flippuna út, so taka pappið vekk, sum skal halda skjúrtuni, so hon ikki fellur saman í sínum egna posa. Tá eg eri liðug at pakka út, liggur ein bunki av innpakkningi á borðinum. Eg gruni eina løtu um, hvussu eg skal pakka alt hetta innaftur, um nú skjúrtan skal býtast um. Og um hon ikki skal býtast um, hvat kann eg so brúka av øllum hesum. Nei, nálirnar hava ikki nóg spískan odd, til at kunna vera knappanálir, men verða goymdar alíkavæl. Hektini hvat við teimum? Nei, eg dugi ikki at síggja, hvat tey kunnu brúkast til plastikki, pappið og plastposin, sum skjúrtan var pakkað inn í? Men beriposan, hann leggi eg pent saman og goymi. Í næsta posanum er ein smýkka. Pakkað inn í plastposa, pappír, band, pappeskju og vatt. Í triðja og fjórða posanum eru matvørur, pakkaðar í plastikk, papp, glas, pappír, net, elastik osfr. Ein rúgva av innpakkningi. Okkurt kann brúkast aftur, men meginparturin endar í skrellispannini. Sum burturkast og spill. Tað haldi eg, er skelkandi. Tað átti at verið spart upp á tað, sum vit vita fer vekk. Her verður alt ov nógv oyðsl. Kanska skulu vit fara aftur til at keypa í leysari vekt. Hava ílat við, tá vit fara til handils. Kann man hugsa sær tað? Eg eri vís í, at tað hevði minkað munandi um burturkastið og gagnað umhvørvinum. Tá eg eri liðug at pakka út aftaná henda handilstúrin, havi eg fimm beriposar, sum eg leggi saman við øllum hinum posunum, eg eigi. Teir kunnu allir endurnýtast. Antin sum skrelliposi, innkeypsposi ella posi at goyma eitthvørt í. Teir eru ómissandi. Tað helt maðurin úr Jora eisini. Eg eri vís í, at hann hevur ongan óneyðugan innpakning. Men beriposan, henda góða hentleika, var hann lukkuligur fyri at hava skaffað sær. Tað sást langa leið. Eg vóni, at posin hevur verið til stóra nyttu, og at hann hevur brúkt hann í nógv, nógv ár. Asanti sana fyri at tú lærdi meg at seta prís upp á beriposar. Eg havi í hvussu er posar til nógv ár, um bara eg fari væl við teimum. Men alt hitt, eiga vit at minka um og skerja, og allarbest, at býta javnari. Felagshúsini hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn verða ikki at kenna aftur eftir umbyggingina. Ikki minst nú tey verða samanbundin við grannaognina fyri norðan, fyrrverandi sjónvarpshúsini, tá øll byggiverkætlanin verður liðug um ársskiftið. Byggifyritøkan Eysturlon á Velbastað, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, er saman við sínum undirarbeiðstakarum veruliga farin í gongd við hetta rættiliga stóra og krevjandi arbeiði. Gomlu felagshúsini verða øll klædd og bjálvað uttan og fleiri vindeygu móti vegnum í stóra fundarrúminum í niðaru hæddini verða gjørd munandi størri. Skrivstovan í ovaru hæddini verður býtt sundur í trý rúm. Ein stálbrúgv bindir bygningarnar saman og inni á nýggjara partinum í fyrrverandi sjónvarpsbygninginum, eins og gamla partinum, har Smæran einaferð helt til, verður stórar broytingar gjørdar við fleiri skrivstovum og øðrum arbeiðsrúmum. Sjónvarpsstudio verður umskipað til auditorium við allari tøkniligari útgerð og veggirnir klæddir við serligum ljóðpaneli. Ovasti parturin av bilhúsinum verður tikin burtur, og terassa verður gjørd. Ragnar Guttesen, sum er projektleiðari, roknar við, at gongst sum ætlað, verður arbeiðið liðugt um ársskiftið. Tað var neyvan heilt av tilvild, at kollfirðingurin Hans Jacob Petersen á ungum aldri fekk áhuga fyri telving, tí hetta var rættiliga vanligt ítriv í heimbygdini. Kollfirðingar høvdu talvfelag og stóðu seg mangan væl í teimum kappingum, teir luttóku í. Í nøkur ár var Hans Jacob ein teirra, sum mannaðu bygdarliðið, og minnist hann serliga væl, tá teir luttóku í sonevndu Wood-kappingini, sum teir eisini vóru við at vinna nakrar ferðir, eins og teimum nakrar ferðir eydnaðust at gerast føroyameistari. Harafturat hevur Hans Jacob eisini, sum partur av landsliðinum, luttikið í altjóða talvkappingum. Ikki kann annað sigast enn at talv er eitt sera friðarligt spæl, men hóast tað er sera týdningarmikið, at tú er í góðari konditión, so løgið tað kann tykjast. Tá ræður um at telva munnu fá hugsa um fyrimunin av at vera kropsliga væl fyri, men soleiðis er kortini, sigur Hans Jacob, sum vísir á, at eitt nú heimskendu telvararnir Garry Kasparov og Bobby Fischer vóru sera væl fyri likamliga. Tað hildu teir vera av alstórum týdningi, tí við einum talvi situr tú leingi, og fer møðin at taka yvir, er torført at hugsa greitt, og tá skal lítið til at tú ger ein skeivan leik. Tað verður eisini sagt, at ein góður telvari hugsar greiðari, og tað kann eisini vera nakað um tað. Hans Jacob veit frá einum føroyskum telvara, sum segði seg hava góðar royndir av talvinum, sum hevði gjørt sítt til at hann stóð seg væl í uppgávum í sambandi við hansara útbúgving. Hann orkaði betri, og við skúlauppgávunum var sum við talvinum, har ráddi um at halda høvdið kalt. Eingin var sum kundi taka avgerðirnar uttan ein sjálvur. Tað sigast søgur um menn, sum á vetri settust um fýrtalvið, men ikki megnaðu at gera tað liðugt til teir á vári skuldu til skips aftur, og tí hildu fram heimafturkomnir eisini lið úr Ísrael og Libanon. Politiska støðan var spent millum londini, og tí var alvápnað vaktarlið til staðar meðan kappingin fór fram. Fyrsti seksmannafarðsróðurin Hans Jacob hevur eisini verið við í øðrum ítrótti. Hann hevur eisini róð kapp, og var við í 1975. Fýrtalv gamalt føroyskt ítriv Flestu fólk kenna eitt vanligt talvborð, men færri munnu hava kunnleika til fýrtalvið, sum annars var rættiliga vanligt í Føroyum fyri mongum árum síðani, men sum bert í hendingaføri framvegis verður leikt. Munurin á fýrtalvinum og vanliga talvborðinum er, at fýrtalvið hevur trý røð av puntum aftrat hinum á hvørjari síðu. Talvfólkið stendur at báðum teimum uttastu. Fýra fólk telva, tvey og tvey í parti. Hans Jacob minnist, at eins og aðrastaðni var eisini fýrtalv telvað í Kollafirði. Sjálvur hevur hann eisini roynt tað, og, fyri at halda hetta viðlíka, eru teir fýra sum hittast eina ferð um árið at telva fýrtalv. Eitt vanligt talv kann gerast drúgt og, sum vera man, kann eitt fýrtalv gerast enn drúgvari. Tað sigast søgur um menn, sum á vetri settust um fýrtalvið, men ikki megnaðu at gera tað liðugt til teir á vári skuldu til skips aftur, og tí hildu fram heimafturkomnir. Men soleiðis er ikki hjá Hans Jacob og vinmonnum. Teir brúka klokku, sum eisini er vanligt í vanligum talvi. Øll kunnu læra bridge Eins og við talvinum, kann bridge tykjast sera torført fyri mong, men Hans Jacob er sannførdur um, at øll kunnu læra at spæla bridge. Mannagongdirnar eru einfaldar. Sjálvur byrjaði hann ikki fyrr enn seinru árini, og so mikið væl hevur gingist, at hann hevur verið á landsliðinum í fleiri ár, og verið við til fleiri kappingar uttanlands. Hans Jacob greiðir frá, at talv og bridge líkjast á tann hátt, at hepni eigur ongan leiklut, men aðalmunurin er, at í talvi ert tú púra einsamallur, meðan tú í bridge hevur ein makkara. Spælið er meira sosialt í so máta. Tað er ikki ókent í kortspæli, at tað eru tey, sum ikki kunnu halda seg aftur at geva makkara sínum okkurt tekin. Hetta er strangliga bannað í bridge, og tá talan er um størri kappingar, er skermur settur upp, soleiðis at makkarar ikki síggja hvønn annan. Hans Jacob hevur fleiri verið við til at vinna føroyameistaraheitið. Hann hevur eisini verið ofta við í norðurlendskum kappingum, og var eisini við fyrstu ferð føroyingar luttóku í heimsmeistarakapping í Italia í 2002. Ein sera øðrvísi og spennandi uppliving, tí umframt bridge-upplivingina, fingu luttakararnir eisini eina uppliving av hvussu heimspolitikkur kann hava ávirkan á annars friðarligar kappingar. Millum luttakandi liðini vóru ferð 6-mannafør kappaðust um føroyameistaraheitið. Gomul seksmannafør høvdu verið við í kappróðri í fleiri ár, men fyrstu, sum fingu sær nýggj 6-mannafør, vóru kollfirðingar og hósvíkingar. Vit máttu ásanna, at trupult var hjá smærri bygdunum at manna størru bátarnar, og tí avráddu vit í Kollafirði við hósvíkingar, at smíða okkum hvør sítt seksmannafar. Niclas í Koltri smíðaði báðar bátarnar og vit vóru teir einastu, sum kappaðust í 1975, men seinri komu onnur feløg eisini við. Nú eru seksmanna-førini størsti róðurin. Onkur heldur, at rógvimaskinurnar eru um at taka lívið av amatørkappóðrinum, nú vant verður alt árið. Tað er sjálvandi vandi fyri, at amatørróðurin er um at fara í søguna, tí skal tú gera tær nakrar vónir um at gera teg galdandi í róðrinum, má venjast dúgliga og alt árið. Tað kann man so hava sínar meiningar um, men at fólk taka kappróðurin meira seriøsan í dag er einki at ivast í. Og tað er bara gott, heldur Hans Jacob, sum sigur seg vera sannførdan um, at kappróður fer kortini ikki í søguna, tí hesum eru føroyingar stoltir av - júst tí hetta er serføroyskt. Manngarð um Kringvarpið Framsøgufrælsið er grundsúla í okkara fólkaræðiliga samfelag. Framsøgufrælsið hevur avgerðandi týdning, bæði fyri borgarar og samfelag. Onnur grundrættindini, so sum rætturin til privatlív, trygd og privatfrið eru eisini týdningarmikil rættindi. Men uttan framsøgufrælsi er trupult at ímynda sær hini rættindini. Og tí verður framsøgufrælsið, sambært altjóða rætti, mett at hava serligan týdning í einum fólkaræði. Seinastu tíðina hava vit sæð ein ógvusligan ágang á Kringvarp Føroya. Ein ágang, sum ikki gjørdist minni eftir at stovnurin herfyri varð dømdur í Føroya Rætti. Útsagnir sum politisk forfylging, og sløkkið lortið, vóru at hoyra og lesa. Ikki bert vanlig fólk, men eisini summir politikarar, høvdu á lofti at veingjaskerja Kringvarpið. Sum fakfelag hjá fleiri av starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya og við sáttmála fyri økið vilja vit leggja dent á týdningin av, at vit hava ein sterkan og óheftan public servicestovn. Ein stovn, sum er so sterkur, at hann kann tryggjar holla samfelagsupplýsing, kjak og síðst, men ikki minst hava eftirlit við valdshavarunum. Lat tað verða sligið fast, at Kringvarp Føroya hevur ikki bert rætt, men eisini skyldu at virka sum almennur varðhundur. Hetta fylgir beinleiðis av leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið og er somuleiðis staðfest av dómstólunum. Tann, sum fæst við kritiskan journalistikk fer støðugt at ferðast uppat lógarinnar marki. Innanhýsis má tí allatíðina verða pláss fyri kritiskari eftirmeting og fakligari sjálvrannsakan. Og tað vita vit eisini verður gjørt. Sjálvsagt. Kringvarpið kann sjálvsagt gera feilir. Hinvegin má ongantíð nakar ivi verða um, at kritiskur journalistikkur er eitt kjarnufunktión í Kringvarpinum, sum vit øll mugu gera manngarð um. Alt tos um at avtaka Kringvarpið og avhøvda kritiskar journalistar er skaðiligt tos, sum als ikki hoyrir heima í einum framkomnum samfelag. Sunda kommuna ger nógv fyri at kunna borgararnir um hvat fyriferst, og leggur tí allar avgerðir frá nevndar- og býráðsfundum út á heimasíðuna. Harafturat verða býráðsfundirnir eisini stroymaðir. Ragnhild heldur, at góða kunningin til borgararnir ger, at tey fáa sera fáar umbønir um innlit, og sleppast kann undan mongum óneyðugum illgitingum. Ein leiðandi og berandi partur av hesi broyting í Sunda kommunu. Soleiðis tók borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen millum annað til tá kommunan heiðraði Ragnhild á 25 ára starvsdegnum 1. mai. Og ivaleyst hevur borgarstjórin rætt í tí. Sjálv heldur Ragnhild tilgongdina til samanleggingina vera eitt hitt mest spennandi sum hon, í sínum starvi, hevur verið við til. Sína starvstíð byrjaði hon annars í smáum, sum skrivari í táverandi Hósvíkar kommunu; seks tímar um vikuna. Lítil kommuna, har fólkatalið minkaði ikki sørt miklu kreppuárini, men kommunan kom fyri seg aftur og krøvini til kommunala fyrisiting vórðu munandi herd, so rættiliga skjótt var Ragnhild í hálvtíðarstarvi. Ragnhild ásannar, at munur er á at arbeiða hjá lítlari kommunu í mun til eini størri. Borgarar gingu nógv inn á kommunuskrivstovuna í Hósvík og fingu vegleiðing um eitt og annað. Tá vóru eisini skamtanarkortini galdandi. Og tað kom meira enn so fyri, at fólk eisini ringdu heim til kommunuskrivaran, tí øll kendust jú. Jú, tað eru bæði fyrimunir og vansar í eini so mikið lítlari kommunu, ásannar Ragnhild. Tað var eisini soleiðis fyrstu tíðina, at teldan varð bert brúkt til bókhaldið og at senda skriv, meðan journalin varð førd við hond, soleiðis at øll mál vórðu skrásett upp á gamla mátan. Spennandi tilgongd við góðum úrsliti. Tað sigur Ragnhild Mørkøre, sum var við í allari tilgongdini í sambandi við samanleggingina av tí sum gjørdist Sunda kommuna Hósvík segði nei, men eisini ja Í 2002 byrjaði tosið av álvara um at leggja kommunur, har norðuri á leiðini, saman, og sum kommunuskrivari var Ragnhild sjálvandi við í teirri tilgongdini. Vegleiðandi fólkaatkvøða var í øllum seks bygdunum, sum talan var um at leggja saman. Úrslitið var eitt ja til samanlegging í øllum bygdum uttan í Hósvík, har ein tepur meiriluti avgjørdi úrslitið. Eitt sindur seinri var aftur fólkaatkvøða í Hósvík, og tá koppaði úrslitið til ein tepran meiriluta fyri samanlegging. At hava tvær fólkaatkvøður báðar við sera teprum meiriluta heldur Ragnhild vera tað mest óbehagiliga, sum hon tekur til. Hon heldur kortini, at sum tíðin leið, munnu eisini tey, sum ikki vildu leggja saman, vera nøgd við úrslitið, sum tað nú bleiv til. Spennandi tilgongd Kommunurnar, sum nú høvdu gjørt av at leggja saman, vóru rættiliga ymiskar til støddar. Og treyðugt so, vóru mong eisini eitt sindur ivasom, og bóru ótta fyri at vera fyri, at teirra kommuna varð fyri vanbýti. Tey settu millum annað spurningin um tey mistu skúlan, og um tey annars blivu gloymd í størru heildini, men Ragnhild heldur, at í dag síggja flest øll í samanløgdu kommununi fyrimunirnar við samanleggingini. Neyva samstarvið á ávísum økjum hevur eisini gjørt samanleggingina munandi lættari, heldur hon, og vísir á, at í eini 20 ár frammanundan samstarvaðu hesar kommunur um umhvørvisnevnd og brunanevnd, sum viðgjørdi øll umhvørvis- og brunamál. Harafturat var felagsskúlin fyri allar teir eldru næmingarnar. Tá seks kommunur soleiðis leggja saman, er eingin trygd fyri, at allar fyrrverandi kommunurnar fáa umboðan í kommunustýrið. Men valini hava tó víst, at hesar hava allar umboð í kommunustýrinum í samanløgdu kommununi, og hevur tí verið óneyðugt við staðbundnum nevndum. Bert fyrimunir Fyri mær at síggja hava bert fyrimunir verið við samanleggingini, bæði fyri okkum sum starvsfólk og ikki minni fyri borgaran og kommununa sum heild. Fyri okkum starvsfólk er tað meira spennandi, avbjóðandi og ivaleyst eisini meira rationelt, enn um vit sótu hvør í sínum heraðshorni. Og so er umsitingin heldur ikki størri enn so, at er okkurt serligt á vási, so eru vit øll um tað. Hetta er ein livandi kommuna, og her hendir nógv. Fyri borgaran og kommununa sum heild eru eyðsýndir fyrimunir við, at ein størri eind orkar betri at taka størri tøk enn hvør lítil kommunan orkar hvør sær, eitt nú í sambandi við skúlar og barnagarðar, sum ein lítil kommuna neyvan orkar einsamøll, sigur Ragnhild. Seks borgarstjórar Ragnhild hevur starvast neyvt saman við seks borgarstjórum. Tá nýggjur borgarstjóri fer til verka, er sum vera mann eitthvørt at vegleiða hann um eitt nú um tær mannagongdir og leiðreglur vit hava. So er tað sjálvandi upp til hansara at gera av hvussu hann vil stýra kommununi. Eins og onnur eru heldur ikki tveir borgarstjórar eins, og soleiðis hevur heldur ikki verið her, men tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, sigur Ragnhild. Borgarstjórar koma og fara, men umsitingin er hin sama, ofta í mong ár, og hevur holla vitan og royndir. Ein freistandi spurningur. Hevur Ragnhild ongantíð sagt sína ærligu meining við borgarstjóran, nei, hetta fer ikki at bera til. Her hava ongantíð verið talan um nakrar brotasjógvar, men eg skal ikki dylja, at eg onkuntíð havi sagt mína meining, sigur Ragnhild við einum skálkabrosi. Í fjør varð umsitingin í Sunda kommunu umskipað. Kommunan hevur fingið fleiri arbeiðsuppgávur, eitt nú eldraøki, og tí varð umsitingar- og fíggjarleiðari settur. Hesin tók tá eisini við sum býráðsskrivari, ein uppgáva sum Ragnhild hevði røkt í mong ár, og sum hon nú, eftir egnum ynski, legði frá sær. Arbeiðsøkið hjá henni er nú fyri tað mesta innan journaløkið, og við tí at hava eitt vakið eygað við at kommunan fylgir teimum samtyktum, sum tey fólkavaldu taka. Ella, sum Ragnhild skemtandi sigur, at halda í oyrunum á politikarunum. Aðalfundur í fullsettari høll Hetta seinasta árið er nógv hent á økinum hjá Starvsmannafelagnum, segði Selma Ellingsgaard, forkvinna, sum nevndi nøkur av høvuðsmálunum, felagið hevur arbeitt við og sum framvegis eru á breddanum. Felagið hevur kosið sær nøkur kjarnumál, sum fari verður at varpa ljós á nú valár er. Á aðalfundinum varð kunngjørt hvørji málini eru. Nøkur av hesum málum vórðu eisini viðgjørd í politiska kjakinum beint eftir sjálvan aðalfundin. Forkvinnan vísti eisini á úrslitið av strongdkanningini, sum felagið í fjør lat gera, og sum hevur fylt nógv í almenna rúminum. Selma segði, at úrslitið er ræðandi, og vísti á hvussu týdningarmikið tað var at fáa kanningina gjørda, og ikki minni hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða víðari við tí. Eins og árini frammanundan, hevur nevnd og umsiting eisini hetta seinasta árið vitjað limir á ymsum arbeiðsplássum kring landið. At síggja og tosa um gerandisdagin hjá limunum er bert gott, tí vit vilja soleiðis minka um fjarstøðuna millum limir og felagið, segði Selma. Minni hugaligt er, at felagið, aftur í ár, hevur sæð fleiri hoyringsskriv og uppsagnir. At viðgera hesi mál hevur verið ein stórur partur av arbeiðinum hjá felagnum, sum roynir at geva eina so dygga ráðgeving sum til ber, segði forkvinnan, sum eisini fór út um landoddarnar, og nevndi ræðandi atsóknirnar herfyri í Paris og Keypmannahavn. Teirra vilji er at ræða okkum, at spjaða okkum, at seta fólk upp ímóti hvørjum øðrum, at teppa okkum og at knúsa súlurnar undan okkara fólkaræði, men vit skulu ikki lata okkum ræða ella kúga, segði Selma Ellingsgaard millum annað í síni frágreiðing á aðalfundi felagsins, sum í ár var á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Ársins álitisfólk Í ár varð 34 ára gamla Bjørghild Hákunardóttir kosin ársins álitisfólk. Í grundgevingini stendur. Bjørghild hevur í virki sínum sum álitisfólk, samvitskufult og ábyrgdarfult røkt starvið og talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini. Bjørghild hevur virkað sum álitisfólk á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum síðani 2013. Politiskt kjak Beint eftir sjálvan aðalfundin skipaði felagið fyri pallborðsfundi við umboðan fyri allar politisku flokkarnar, nú vit eru í einum valári. Ikki heilt óvæntað vóru lyftini frá floksumboðunum mong, ikki minst tá ráddi um skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum helt, at nú átti túrurin at vera komin til kommunurnar at lata skattalætta. Jenis av Rana vildi fegin bjóða skattalætta, sum ikki skuldi vera flatur, og Aksel Johannesen og Høgni Hoydal vístu báðir á, at søla av tilfeinginum skuldi brúkast til at lata skattalætta til lág- og miðalinntøkur. Hvílandi limur í Starvsmannafelagnum Limir, ið annaðhvørt gerast arbeiðsleysir, eru í farloyvi uttan løn, ella fara undir útbúgving, kunnu gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum. Hvílandi limaskapurin hevur við sær at tit varðveita samlagstryggingina og onnur rættindi, so sum avsláttur frá fyritøkum, ið vit hava gjørt avtalu við, og avsláttur av leigu av húsum okkara. Samlagstryggingin fevnir um lívstrygging, hjúnafelagatrygging, trygging móti ávísum hættisligum sjúkum umframt trygging móti ávísum hættisligum sjúkum hjá børnum undir 18 ár. Sí heimasíðuna hjá LÍV. Eisini fevnir tryggingin um eina lokalupphædd, sum fólk fáa, tá tey verða 67 ár, men henda upphædd verður niðurlaða komandi árini. Kostnaður fyri at vera hvílandi limur er 100 krónur um mánaðin, og samlagstryggingin kostar 200 krónur um mánaðin. Teir limir sum rinda limagjald umvegis ALS, mugu sjálvir rinda samlagstryggingina umframt. Hetta er eisini 150 krónur. Regin Berg settur sum fakfelagsráðgevi Fakfelagssamstarvið hevur sett 26 ára gamla Regin Berg í tíðaravmarkað starv sum ráðgeva fyri tey fimm fakfeløgini, ið mynda samstarvið. Verkætlanarstarvið er ein týdningarmikil liður í at styrkja, menna og sameina føroysku løntakararnar. Fakfelagssamstarvið, sum umfatar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið, tekur nú lógvatak. Feløgini hava avgjørt at seta Regin Berg sum ráðgeva í eitt verkætlanarstarv, har fyrstu strikurnar verða settar til eitt enn tættari og meira effektivt samstarv millum tey fimm feløgini, ið umboða tilsamans einar 6.000 løntakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sjey umsøkjarar vóru til verkætlanarstarvið, sum í fyrstu syftu er ætlað sum eitt fulltíðarstarv í eitt hálvt ár. Regin Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum í Aberdeen og leggur í løtuni seinastu hond á útbúgving sum master í lóg á Føroya Fróðskaparsetri. Hann hevur royndir sum blaðmaður, millum annað sum blaðstjóri á blaðnum Fjølnir. Eisini hevur hann verið virkin í studentapolitikki og hevur verið formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta. Starvið, sum Regin Berg nú tekur við er nýtt og spennandi. Yvirskipaða endamálið er at arbeiða fyri at fremja útvald, felags áhugamál hjá limunum í teimum fimm fakfeløgunum, ið mynda Fakfelagssamstarvið. Ráðgevin skal millum annað greina samfelagsmál, sum hava týdning fyri fakfelagsrørsluna og løntakaran. Hann skal vera sparringspartnari hjá feløgunum at menna strategiir fyri fakfeløgini og at menna og útinna kunningarætlanir. Enn er alt í eini byrjan. Hugsanin er, at ráðgevin, í samstarvi við leiðsluna í feløgunum, skal velja og nágreina hvørji mál, tey fimm feløgini kunnu vera saman um og hvussu hetta kann vera gjørt. Sáttmálakrøvini eru handað Sáttmálasamráðingar. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið handaðu í farna mánað hvør øðrum sáttmálakrøv til sáttmálasamráðingarnar í ár. Umboðini fyri Starvsmannafelagið, tá ið krøvini vóru handað í Fíggjarmálaráðnum. Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við landið fer úr gildi 1. oktober. Partarnir hittust fyrstu ferð 20. apríl, har sáttmálin varð sagdur upp og avtalað varð, at krøvini skuldu handast mikudagin 17. juni. Á fundinum 20. apríl tosaðu partarnir um farna sáttmálaskeiðið, hvat ið var gott og hvat ið kundi verið gjørt øðrvísi til sáttmálasamráðingarnar hesaferð. Tá møttust Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum í glasbygninginum á Argjum, har partarnir handaðu hvør øðrum sáttmálakrøv. Talan er bæði um lønarkrøv og onnur viðurskiftini í sáttmálanum, sum nú eru á breddanum. Millum annað er sálarliga arbeiðsumhvørvið partur av sáttmálakrøvunum hjá Starvsmannafelagnum. Talan var um góðan og konstruktivan fund, sigur Selma Ellingsaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fer eisini úr gildi 1. oktober. Tær samráðingarnar verða í næstu framtíð. Samstundis er greitt, at tað verða ikki felags samráðingar við Fíggjarmálaráðið og KAF. Tað eru limirnir í Starvsmannafelagnum, sum upprunaliga eru komnir við uppskotum til sáttmálakrøv, umvegis síni álitisfólk. Krøvini eru síðani viðgjørd á fundi við álitisfólkini, og loksins hevur nevndin í felagnum skipað og lagt krøvini hjá felagnum til rættis. Á fundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár avtalaðu partarnir at hittast aftur 26. august. Felagið á arbeiðsferð Dagarnar 24.-26. apríl høvdu skrivstovufólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum eitt langt arbeiðsviðurskifti í Runavík, har fleiri av teimum stóru málunum í felagnum vórðu vend Árliga arbeiðsvikuskifti hjá nevndini og umsitingini í Starvsmannafelagnum varð hesaferð hildið á Hotel Runavík. Á arbeiðsferðunum verða nógv av teimum stóru málunum, sum felagið hevur arbeitt við, ella ætlar at seta á skránna í komandi tíðum, viðgjørd. Samráðingar Eitt av málunum, sum fylti nógv hesa ferð, var, sum vera mann, sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Sáttmálarnir við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið ganga út 1. oktober. Krøvini til komandi samráðingarnar skulu skjótt verða klár, og á fundinum viðgjørdu nevndin og umsitingin støðuna yvirskipað. Kjarnumál Eitt annað mál, sum fekk nógva umrøðu, vóru kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum. Felagið hevur kosið sær 12 kjarnumál, sum ætlanin er at varpa ljós á í valárinum 2015 fyri at skapa áhuga fyri arbeiðsmarknaðarmálum. Í Runavík varð seinasta hond løgd á kjarnumálini, sum verða send út til flokkarnar at taka støðu til. Síðani verður tilfarið kunngjørt bæði her í Starvsblaðnum og meira alment. Nýggja felagshúsið Stóra umbyggingin av nýggju felagshúsunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H.Schrøtersgøtu var eisini á arbeiðsskránni. Talan er um stóra verkætlan, og alt skal leggjast væl til rættis, so at vit fáa eini livandi og væl skipað hús, tá ið klárt verður at flyta inn væntandi í februar 2016. Arbeitt verður millum annað við einum faldara, sum fer at lýsa nýggju húsini og møguleikarnar sum verða har. Húsini fara millum annað at rúma eini 20 skrivstovum, fundarhølum og einum auditorium og vónar felagið, at bæði fakfeløg og onnur fara at sýna áhuga at flyta inn. Arbeiði í felagnum Á arbeiðsferðini umrøddu vit arbeiðsskipanina og arbeiðsbýtið innanfelags. Tosað var um hvørjar uppgávur nevndin skal taka sær av og hvørjar, ið áliggja umsitingini. Um hvussu hetta verður skipað á skynsamasta hátt. Semja varð um at gera eina starvsskipan, so at uppgávur og arbeiðsbýtið verða nærri útgreinað. Visjónsarbeiði Eins og onnur virki og fyritøkur hevur Starvsmannafelagið bæði dagligar uppgávur og uppgávur, sum røkka yvir longri tíð. Starvsmannafelagið hevur tey seinnu árini arbeitt við nøkrum strategiskum málum, sum eru áhaldandi uppgávur í felagnum. Hesi mál ella fokusøkir fara fram í arbeiðsbólkum. Ein bólkur arbeiðir við at skipa fakbólkarnar í felagnum. Ein virkar fyri at skipa ráðstevnur og skeið, ein við at nútímansgera sáttmálan. Ein arbeiðir við spurninginum um hvussu felagið kann vera við til at seta dagsskránna í samfelagspolitiskum málum. Ein arbeiðir við fakfelagssamstarvi og ein bólkur arbeiðir við lønarskipanini. Samstarv við HK Á arbeiðsfundinum í Runavík umrøddu vit eisini møguleikan fyri samstarvi við danska systirfelagið HK. Danska felagið hevur fleiri limir í Føroyum, sum starvast hjá ríkisstovnunum. Av tí at tey ikki fáa ágóðan av tiltøkum og tilboðum sum HK skipar fyri í Danmark, hevur felagið ynskt eitt samstarv við Starvsmannafelagið. Tosað varð um møguleikarnar, har vit hjálpa okkara systirfelagi og samstundis fáa nakað afturfyri, sum gagnar Starvsmannafelagnum og limum tess. Vitjaðu arbeiðspláss. Fyrilestur í Østrøm í Havn. Umsitingin og nevndin í Starvsmannafelagnum hava verið og vitjað arbeiðspláss í høvuðsstaðnum í vár. Vitjanin gav innlit í arbeiðsdagin hjá limunum og í nakrar av avbjóðingunum, sum starvsfólkini hava í gerandisdegnum. Fyrsta arbeiðsvitjanin í ár stóð á skránni 14. apríl, tá felagið vitjaði 12 arbeiðspláss í høvuðsstaðnum. Arbeiðsvitjaninar kring landið eru fastur táttur á skránni hjá felagnum, og við vitjanunum í Havn hesa ferð, hevur felagið nú verið tvær ferðir runt landið á vitjan. Stovnarnir sum fingu vitjan hesa ferð vóru. Bústaðir, Vørn, Tórshavnar Havn, Dugni, Landsverk, Almannaverkið, Tekniski Skúli, Løgtingsskrivstovan, Býarbókasavnið, Taks á Skálatrøð, eftirlitsstovnarnir á Skálatrøð og Fróðskaparsetrið. Á vitjanini bar millum annað til at fáa innlit í arbeiðsgongdir á staðnum og tær avbjóðingar, sum hava verið á arbeiðsplássinum. Samanumtikið geva slíkar vitjanir eina rættiliga fjølbroytta mynd. Vit møta væl nøgdum starvsfólkum, og starvsfólkum sum hava nógv ár á baki í starvinum. Og starvsfólkum, sum eru góð við sítt arbeiðspláss. Men avbjóðingar eru nógvastaðni. Summir av stovnunum hava verið merktir av flyting, har starvsfólkini eru flutt úr einum stað í annað. Aðrastaðni hava stórar innanhýsis bygnaðarbroytingar verið framdar, sum hava sett stór krøv til starvsfólkini. Vit hitta starvsfólk, sum geva til kennar, at tey ikki altíð verða tikin nóg væl við upp á ráð, tá broytingar hava verið gjørdar. Kunningin er ikki nøktandi og møguleikin fyri at ávirka avgerðirnar kundi verið betri. Tað skapar óvissu. Ótryggleika. Onkrastaðni verður sagt frá stórum arbeiðstrýsti, og resursum sum ikki fylgja við øktum arbeiðsuppgávum. Felagið hevur varhuga av, at arbeiðsvitjaninar hava stóran týdning. At starvsfólk er glað fyri at hitta fakfelagsumboðini andlit til andlits, har pláss bæði er fyri rísi og rósi til felagið. Fyri Starvsmannafelagið hava vitjanirnar stóran týdning. Felagið fær innlit í arbeiðskor og spurningar, sum upptaka limirnar. Hetta gevur felagnum nakað at hugsa um og ítøkilig mál at arbeiða víðari við. Um kvøldið var fyrilestur í Østrøm, har Elsa Jóhanna Høgenni og Marjun Eystberg frá fyritøkuni Input greiddu frá, hvussu ósemjur á arbeiðsplássinum verða loystar. Fitt av fólki vóru møtt. Umframt ein læruríkan fyrilestur sluppu tey vitjandi eisini at loysa ítøkiligar uppgávur, har tað snúði seg um at loysa ósemjur á arbeiðsplássinum. Sálarligt arbeiðsumhvørvi. Arbeiðseftirlitið ger tørvskanning. Eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum er Arbeiðseftirlitið farið undir at gera eina ítøkiliga tørvskanning, sum skal vísa hvat skal til fyri at lyfta myndugleikavirksemi í sambandi við sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tað tykist sum Starvsmannafelagið, við síni kanning og ráðstevnu um sálarligt arbeiðsumhvørvi, rættiliga hevur sett gongd á myndugleikarnar, so at hesir taka hendan partin av arbeiðsumhvørvinum í størri álvara enn higartil. Í fjør heyst skipaði Starvsmannafelagið fyri eini ráðstevnu, har felagið legði fram úrslitið av eini kanning í sambandi við sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum felagið hevði latið gjørt. Úrslitið staðfestir, at talan er um eitt munandi størri vandamál, enn nakar áður hevur givið sær gætur um. Úrslitið av kanningini vísti millum annað, at annarhvør limur hevur havt illgruna um strongd seinastu trý árini. Umleið fimti hvør limur hevur verið hjá lækna við sínum illgruna, og umleið tíggindi hvør hevur verið sjúkrameldaður fyri strongd. Kanningin vísti eisini, at ein stórur partur at teimum, sum luttóku í kanningini helt, at strongdin stavaði frá arbeiðsplássinum, serliga orsaka av ov stórari arbeiðsbyrðu. Hetta tiltakið hjá Starvsmannafelagnum hevði eisini við sær, at fleiri politikarar tóku spurningin fram í løgtinginum, og settu vinnumálaráðharranum spurningar hesum viðvíkjandi. Av hesum heitti vinnumálaráðharrin á Arbeiðseftirlitið um at gera eitt upprit hvussu hetta økið kundi mennast framyvir. Hetta gjørdu Arbeiðseftirlitið, og lat Vinnumálaráðnum tað stutt fyri jól í fjør. Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum sigur, at talan var um eitt leysligt upprit, og at tey nú fyrireika eitt meira ítøkiligt. Sálarliga við í 2002 Eftir at vit fingu nýggju arbeiðsumhvørvislógina í 2000, kom ein kunngerð tvey ár seinri, sum á fyrsta sinni segði nakað um sálarliga arbeiðsumhvørvi, sum hon yvirskipað javnsetir við fysiskt arbeiðsumhvørvi. Leivur Persson sigur, at Arbeiðseftirlitið hevði frammanundan bert arbeitt við fysiskum málum, og var meira at kalla ein tekniskur stovnur. Síðani varð Arbeiðseftirlitið rakt av munandi skerjingum, soleiðis at tey ongantíð komu til sálarligt arbeiðsumhvørvi. Ikki fyrr enn nú ljós verður av álvara varpað á spurningin. Leivur Persson greiðir frá, at økið sálarligt arbeiðsumhvørvið er munandi øðrvísi enn tað Arbeiðseftirlitið higartil hevur lagt dent á, og munandi minni ítøkiligt. Tað er munur á hjá okkara eftirlitsfólkum at koma út á eitt arbeiðspláss og síggja at onkur maskina ikki er so trygg at arbeiða við, sum hon skal, heldur enn at siga, at tekin eru um, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er nóg gott. Tað krevur heilt onnur amboð og starvsfólk við serligum førleika. Harafturat verður neyðugt at førleikamenna okkara eftirlitsfólk til nýggju uppgávurnar, sigur leiðarin á Arbeiðseftirlitinum. Tørvsmeting Við fíggjarlógini í fjør varð játtanin hjá Arbeiðseftirlitinum økt við 710.000 krónum. Tað hevur ongantíð verið so stórt virksemi í byggivinnuni sum nú, og tí viðmerkti landsstýrið, at økta játtanin skuldi nýtast til at fyribyrgja vanlukkum, men umframt tað, varð heitt á Arbeiðseftirlitið at gera eitt greiningararbeiði, hvussu Arbeiðseftirlitið kundi gera meira við sálarliga arbeiðsumhvørvi. Leiðarin á Arbeiðseftirlitinum sigur, at hetta arbeiði eru tey nú eisini farin undir, soleiðis at tey kunnu handa Vinnumálaráðnum eitt ítøkiligt uppskot í oktober. Ein partur av hesum arbeiði er eisini at kanna hvussu tey í hinum norðanlondunum bera seg at. Broyttur hugburður Spurdur um hann hevur varhugan av, at politiski myndugleikin og arbeiðsgevarar geva sálarligum arbeiðsumhvørvi størri ans nú enn fyrr, sigur Leivur Persson, at tað, eftir hansara tykki, gongur rætta vegin. Eg haldi meg síggja eina heilt greiða hugburðsbroyting, soleiðis at sálarligi parturin í arbeiðsumhvørvinum verður alt meira viðurkendur. Sama, at tað verður ásannað, at sálarligar avleiðingar av ringum arbeiðsumhvørvi, eisini hava ávirkan samfelagsbúskaparliga, sigur Leivur Persson. Drúgvari enn væntað Felagshúsið hjá Starvsmannafelagnum er enn undir umbygging. Arbeiðið gjørdist drúgvari enn væntað. Tí hava vit verið noydd at avlýsa fleiri bíleggingar í Starvsmannafelagshúsinum. Nú hava vit fingið at vita, at arbeiðið í stovuhæddini verður liðugt fyrst í juni. Arbeiðið á 2. hædd, har skrivstovur felagsins halda til, verður ikki liðugt fyrr enn eftir summarfrítíðina. Sostatt heldur skrivstovan til á Tinghúsvegi 15, ovasta hædd, til eftir summarfrítíðina. Aftur til verka EftirStarv, er eldrafelagið hjá Starvsmannafelagnum, sum er áhugafelag fyri starvsfólk, sum fyri aldur ella av øðrum orsøkum eru farin frá ella eru um at fara úr almennum starvi. Felagið varð sett á stovn á heysti 2010 og hevur skipað fyri ymiskum tiltøkum. Felagið hevur hesa seinastu tíðina ikki verið so virkið. Nú hava so eldri limir í felagnum tikið seg saman at fáa gongd á aftur. Johan Christiansen, sum er ein teirra, sigur, at ein arbeiðsbólkur fyrireikar nú at lýsa aðalfund har millum annað skal veljast nevnd, sum síðani skal stinga út í kortið, hvat henda skal í felagnum. Johan sigur, at felagið má ikki detta niðurfyri, tí eldru limir felagsins hava so nógv at lata øðrum av teirra arbeiðsroyndum og øðrum, tey hava upplivað gjøgnum tey mongu virknu árini. Og tað kann gerast á ymiskum fundum og samkomum, sum tey hava góðar møguleikar at skipa fyri tá út- og umbyggingin av felagshúsunum er liðug. Eg vil nýta høvið her at takka politisku flokkunum fyri, at teir vildu taka lut í verkætlan okkara Kjarnumál hjá Starvsmannafelagnum í valárinum 2015. Starvsmannafelagið ynskir limum sínum og øllum føroyingum eitt livandi, sakligt og gevandi valár, har mál av felags týdningifyri løntakararnar vónandi fara at vera ein sjónligur partur av valstríðnum. Gott løgtingsval. Hetta eru mál, sum baklandið í felagnum, álitisfólkini, og nevndin í Starvsmannafelagnum meta hava stóran týdning bæði fyri limir felagsins og samfelagið sum heild. Og sum felagið ynskir at varpa ljós á í valárinum 2015. Eftir at vit høvdu kjósað okkum kjarnumálini, vórðu tey send út til teir politisku flokkarnar at taka støðu til. Á teimum næstu síðunum kanst tú lesa hvørja støðu felagið hevur til tey 12 málini, og somuleiðis hvørja støðu politisku flokkarnir hava til tey valdu málini. Harafturat hava flokkarnir grundgivið nærri fyri síni støðu. Hesar grundgevingar kanst tú lesa í fullum líki á heimasíðu felagsins, har øll verkætlanin eisini er kunngjørd. Vón okkara er, at politisku flokkarnir fara at taka kjarnumálini til sín, eins og vit vóna, at teir eisini fara at gera við onnur mál, sum fakfeløgini varpa ljós á í valárinum, og at málini fara at síggjast aftur í komandi valstríðnum. Og vónandi eisini í einum komandi samgonguskjali. Samstundis er tað okkara vón, at eitt tiltak sum hetta fer at eggja limum felagsins og fólki annars at fara á val og nýta sín demokratiska atkvøðurætt. Lat meg leggja dent á, at hetta er eitt partapolitisk óheft átak. Starvsmannafelagið er ikki í parti við nøkrum politiskum flokkum. Vit eru altíð í parti við øllum okkara limum, og røkja teirra felags áhugamál. Hinvegin mugu vit fyrihalda okkum til ta sannroynd, at vit eru partur av samfelagnum, har politikkur er ein týðandi partur og hóast partapolitiskt óheft, so hava vit sum felag altíð skyldu at virka fyri áhugamálum limanna og felagsins á munabesta hátt. Lívsneyðug norðurlendsk sambond Vitanarbýti. Íblástur. Royndir. Hugskot. Sambandið við onnur fakfeløg í norðurlondum er lívsneyðugt fyri eitt lítið fakfelag sum Starvsmannafelagið. Sum fakfelagsfólk eru vit eru av somu norrønu rót. Kortini eru vit ólík - og tað gevur spildurnýggjar vinklar. Nýggj sjónarhorn í fakliga stríðnum. So ymisk, og tó. Júst heimafturkomin av árligu ráðstevnuni hjá NSO í Finnlandi, har evnið var Effektivitetur, kvalitetur og digitalisering. Umboð fyri fakfeløg, ið umboða alment sett í seks norðurlondum, høvdu enn einaferð sett hvør øðrum stevnu. Og hesaferð var kikarin settur á dygdina í almennu umsitingina. Eitt digitalt varskó Á ráðstevnuni kom millum annað fram, at talgildingin av almenna geiranum hevur ikki bara verið nøkur sólskynssøga. Upphæddir í milliardaklassanum eru farnar til verkætlanir, sum eru endaðar í ruskspannini, samstundis sum granskingin vísir, at automatiseringin, sum fylgir av talgildingini, er gingin út yvir borgaratænastuna. Og sum harvið hevur sett spurnatekn við legitimitetin hjá tí almenna, sum jú hevur til endamáls at tæna borgarunum. Lærið av okkum og gerið ikki somu feilir sum vit, ljóðaði krystallklári boðskapurin frá serfrøðini á økinum. Rættuliga virðismikil lærdómur hjá okkum føroyingum, nú ein stór verkætlan nýliga er farin av bakkastokki, sum júst hevur til endamáls at talgilda almenna geiran í Føroyum. Sum føroysk fakfelagsumboð gevur hetta okkum høvi at seta teir røttu spurningarnar, vegna løntakaran, sum verður ein finna í hesum digitala leiki. Millum áhoyrararnar, sum hoyrdu boðskapin, var eisini stjórin á Lønardeildini í landsstýrinum. Og hann lovaði, at senda boðini víðari til tey, sum stíla fyri verkætlanini Talgildu Føroyar. Av felags rót Starvsmannafelagið tekur virknan lut í fakfelagspolitiska samtarvinum í Norðurlondum. Vit eru limir í NSO, sum stendur fyri Nordiske Statstjenestemænds Organisation, sum umboðar fakfeløg, ið hava limir, sum arbeiða hjá statinum ella landinum í Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Íslandi og Føroyum. Eisini eru vit limir í NTR, sum umboðar starvsfólk, sum arbeiða hjá kommununum í fimm norðurlondum, Norra, Svøríki, Danmark, Íslandi og Føroyum. Fakfelagsrørlsan í Norðurlondum er runnin av somu rót. Norðurlendska avtalumodellið, har viðurskiftini millum starvsfólk og arbeiðsgevarar verða skipað við frælsum samráðingum í mun til lóggávu er felags arvagóðs. Og við eini vælferðarskipan, sum í stóran mun er eins, hava fakfeløgini í Norðurlondum nógv at tosa saman um. Nógv at læra, hvør av øðrum. Ymiskar royndir Í fjør var evnið góð fyrisiting. Tað hendi í sama ári, sum landsstýrið kunngjørdi sína ætlan um at endurskipa miðfyrisitingina. Vit hoyrdu um royndirnar hjá londunum at privatisera og útveita almennar tænastur. Ógvuliga viðkomandi, tí fleiri av londunum hava áralangar royndir á økinum. Eisini tí, at royndirnar eru so ymiskar. Tí meðan summi lond hava lagt seg eftir privatisering, hava onnur, sum til dømis Finnland og Svøríki, í stóran mun valt útveiting. Eitt annað stórmál av felag áhuga er vandamálið við bíligari útlendskari arbeiðsmegi. Ein hóttan, sum av álvara hevur sett norðurlendska avtalumodellið undir trýst. Eisini her eru royndirnar og loysningar nógvar og ymiskar. Meðan summi av londunum hava fingið hjálp frá lóggávuvaldinum at upphevja sáttmálar til bransulógir, so hava onnur lond tvíhildið um klassiska avtalufrælsið, t.v.s. modellið, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum loysa trupulleikarnar sjálvir, uttan politiska uppílegging. Royndirnar eru ymiskar, og fyri okkum er hetta virðismikil lærdómur at hava í viðførinum, nú eisini føroyski arbeiðsmarknaðurin verður hóttur av sosialari dumping. Kjarnumál og førleikamenning Tá Starvsmannafelagið í hesum døgum kunngerð síni kjarnumál í valárinum 2015 er tað eisini við norðurlendskum íblástri. Norska LO framdi eitt líknandi tiltak uppundir Stórtingsvalið í 2013. Og í Danmark setti fakfelagsrørslan eisini ljóskastaran á arbeiðsmarknaðarmálinum uppundir fólkatingvalið 18. juni. Spurningurin um strategiska førleikamenning av starvsfólkum er eitt annað mál, har vit hava fingið hugskot frá norrønu kammeratunum. Hetta mál er millum kjarnumálini, sum vit royna at fáa politikararnar at fáa ans fyri í valstríðnum og sum vit eisini hava sett á breddan til komandi sáttmálasamráðingar. Loysnirnar, sum vit fara at virka fyri í hesum málum, byggja eisini á royndirnar hjá fakfeløgunum í hinum norðanlondunum. Øðrvísi sjónarhorn Einki menniska er ein oyggj, verður sagt, og tað sama kann sigast um eitt fakfelag í einum lítlum landi sum Føroyum. Kanska meira enn onnur tørvar okkum góð sambond við norðurlendsk fakfelagsfólk. Sambond, sum kunnu geva okkum konstruktiv uppskot til hvussu vit loysa dagsins avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum. Hóast lík, so eru norðurlond eisini ymisk. Tað er gott fyri okkum føroyingar, sum í stóran mun hyggja at Danmark, eisini í fakfelagspolitiskum málum. Hettar gevur nýtt og breiðari útsýni. Nýggjar vinklar. Nýggj sjónarhorn í fakliga stríðnum og hugskot til hvussu vit best loysa arbeiðsmarknaðarpolitiskar avbjóðingarnar her heima. Almenni sektorurin í Norðurlondum er stórur, men eisini effektivur. Hetta var niðurstøðan í fyrilestri, sum Olli Kangas, professari við lærda háskúlan í Uppsala helt á NSO-ráðstevuni. Í fyrilestrinum greiddi Kangas frá, at norðurlendsku vælferðarsamfeløgini eru tey, sum nýta mest pengar til tað almenna, sum í stóran mun verður fíggjað við skattainntøkum. Men sambært professaranum er hetta ein íløga sum loysir seg, bæði samfelagið og einstaklingar. Og vísti hann á eina røð av lyklatølum, sum prógva hettar. Almenni sektorurin er effektivur. Korruptiónin er minst í allari verðini. Og meginparturin av pengunum fara til sosial endamál. Javnstøðu og kappingarevni Norðurlond hava nógv fólk í almennum starvi, millum 20 og 30% av arbeiðsmegini. Og tað er gott, millum annað fyri javnstøðuna í samfelagnum, segði Kangas. Tað almenna hevur givið nógvum kvinnum arbeiði, samstundis sum tað almenna tryggjar barnagarðar og góðar almennar tænastur, so at bæði kynini hava møguleika at sleppa út á arbeiðsmarknaðin. Búskaparvøksturin er eisini stórur í norðurlondum, vísti professarin á, og staðfesti, at hóast almennu útreiðslurnar eru høgar í norðurlondum, so er eru kappingarevnini hjá londunum kortini góð. Týdningarmikið álit Olli Kangas legði eisini dent á, at norðurbúgvar hava generelt stórt álit á almenna sektorinum. Og tað metti hann hava stóran týdning. Hann vísti eisini á, at bæði tá talan er fátækraváða millum børn og tá fólk verða spurd um persónliga eydnusemið enda norðurlond í betra endanum. Niðurstøðan hjá professaranum var, at hóast almenni sektorurin í norðurlondum er stórur í mun til onnur lond, so er tað kortini stórt sæð bara gott. Almenni sekturin í norðurlondm er stórur, effektivur og hann skapar møguleikar bæði fyri búskapin og fyri borgararnar, tók Kangas samanum. Hann endaði fyrilesturin við at endurgeva orðini, sum Oluf Palme segði við jarðarferðina hjá Tage Erlander, undanmanni sínum í forsætisráðharrasessinum í Svøríki. Skulu vit trúgva Olli Kangas, so hevur tað í stóran mun eydnast norðurlondum at skapa tað sterka samfelagið, sum Erlander og Palme settu so høgt. Talgilding skapar gjógv millum myndugleikar og borgarar Við talgildingini eru tænaturnar automatiseraðar og fluttar longri burtur frá borgarunum. Tað skapar iva um rættargildið hjá myndugleikunum og rættartrygdina hjá borgarunum, heldur serfrøðingur Søren Skaarup er phd. lesandi og seniorráðgevi hjá Rambøll Managagement Consultant. Á ráðstevnuni hjá NSO hevði hann fyrilestur um digitalisering, ella talgilding, undir heitinum Digitalisering i et medborgerperspektiv, har hann varpaði ljós á gongdina við at talgilda almenna sektorin í Danmark. Gjógvin Skaarup vísti á, at talgildingin í almenna sektorinum hevur skapt eina gjógv millum borgararnar og tey, sum starvast hjá tí almenna. Fyri tað fyrsta eru tað nógv, sum hava trupult við at nýta nýggju tøkina. Í øðrum lagi hevur talgildingin gjørt, at borgararnir ikki longur hava beinleiðis samband við starvsfólkini hjá tí almenna. Og tað er gingið út yvir borgaratænastuna.mEndamálið við talgildingini er at effektivisera, og harvið eisini ofta at spara. Men samstundis eru tænasturnar fluttar longur burtur frá borgarunum. Trupulleikin er eisini, at skipanin við talgilding í stóran mun er gjørd eftir høvdinum hjá starvsfólkunum. Heldur enn at taka støði í umstøðunum hjá borgaranunum. Hetta skapar eina gjógv millum myndugleika og borgara, sum er ein trupulleiki fyri rættargildið hjá umsitingini. Tí myndugleikarnir skulu virka eftir lógini. Fyri borgararnar, og ikki fyri seg sjálvan. Skaarup vísti á, at myndugleikarnir hava ikki skjalfest hvussu talgildingin hevur virkað. Um hon veruliga hevur givið effektivitet, soleiðis at skilja, at borgarin hevur kensluna av at hava fingið eina betri tænastu. Og tað er ein trupuleiki, metti Søren Skaarup, sum gekk so vítt sum til at kalla Danmark fyri eitt frítt øki. Tað vil siga eitt land, har virknaðurin av talgildingini stórt sæð ikki er dokumenteraður. Fokus á borgaran Sambært Skaarup er loysnin, at broyta skipanina, soleiðis at farið verður frá eini digitaliseringsdrevet service til en servicedrevet digitalisering, har borgarin er í fokus. Automatiseringin, sum fylgir við talgildingini, fer framvegis, at merkja, at tørvur verður á færri starvsfólkum. Um skipanin skal broytast til eina meira borgaravinarliga tænastu, verður hinvegin tørvur á fólki at menna eina digitalisering, sum liggur borgarunum nærri. Og tann uppgávan fer í sjálvum sær at krevja starvsfólk. Gerið ikki sum Danmark Til endans ávaraði Søren Skaarup luttakararanar um at kopiera Danmark. Gerið ikki sum Danmark, men lærið av okkum, segði hann. Talgildingin í Danmark er ikki skjalfest. Í Danmark tosa vit nógv um talgilding. Effektivitetur handlar um effekt fyri pengarnar. Men vit máta ongantíð effektin í form av kvaliteti. Vit máta bert í framleiddum eindum og spardum ressursum, tók hann samanum. So ofta hava vit ikki ánilsi av um talgildingin í roynd og veru er effektiv. Tað kunnu tit gera betri. Effektiv fyrisiting, ein spurningur um álit Seinastu áratíggjuni hevur tað almenna verið stýrt eftir frymlinum New Public Management. Men tað hevur skapt eitt eftirlitssamfelag, har álitið á vanligu starvsfólkini er í vanda. Lektari í statsvísund eftirlýstir eina nýggja leið Tann triðja logikkin. Hvør er tað, sum skal avgerða, nær eitt arbeiða er væl úr hondum greitt. Hetta var avgerðandi spurningurin, tá ið Shirin Ahlbäck Öberg hevði fyrilestur á ráðstevnuni hjá NSO. Shirin Ahlbäck Öberg er dosentur og lektari í statsvísindi við Uppsala Universitet. Hon greiddi frá hugtakinum NPM, sum tók seg upp í norðurlondum fyrst í 90-unum. Talan var um eitt nýtt rák, við íblástri úr anglosaksisku londunum. Fatanin var, at almenni sektorurin var blivin ov tungur, dýrur og ringur at stýra. Og merktur av skrivstovuveldi og eliterum hugsunarhátti. Loysnin var NPM, sum við íblástri frá privata arbeiðsmarknaðinum legði fram nýggjar hugsjónir og idéalir fyri hvussu best er at reka tað almenna. Marknaðarhugsanir vóru innførdar í fyrisitingina, og onnur lyklaorð vóru gjøgnumskygni og eftirlit við arbeiðsgongdunum. Mál og mið, skuldu setast greiðari út í kortið. Alla tíðina skuldi onkur hava eftirlit við, at málini vóru rokkin og at ressursur ikki fóru fyri skeytið. Alt skuldi kunna mátast og vigast. Men sambært Shirin Ahlbäck Öberg eru vit farin ov vítt við uppgerðini við tað gamla skrivstovuveldið. Álitið í vanda Norðurlendsk vælferðarsamfeløg eru í ov stóran mun blivin til eftirlitssamfeløg, har vit hava fingið eina nýggja stætt av starvsfólkum, sum hava til arbeiðis at halda eyga við, at onnur gera sítt arbeiði til lýtar. Ætlanin var ikki, at tað skuldi vera so, men í roynd og veru hava vit fingið eina sentralisering av tí almenna, eitt sentral húsarhald, greiddi Öberg frá, og legði afturat, at hetta fekk hana at hugsa um 5 árs ætlaninar í gomlu kommunistalondunum. Hon helt, at størsta vandamálið við hesi skipan er, at skipanin signalerar ein misteinkiliggerð av starvsfólki. Og tað er álvarsamt, tí álit er ein grundleggjandi faktorur, tá ið vit tosa um funktiónsevnini hjá tí almenna. Hvør ger av nær eitt arbeiði er væl úr hondum greidd, spurdi Öberg, sum helt, at vit í staðin fyri tað gamla skrivstovuveldið hava fingið eitt managementbureaukrati í norðurlondum. Tann triðji logikkurin Loysnin er tó ikki at skrúva tíðina aftur og at endurreisa gomlu skipanina. Heldur er loysnin at finna ein gyltan millumveg millum ta gomlu skipanina og tað NMP-skipan, vit hava kent higartil. Vit mugu burtur frá ógvusliga eftirlitinum. Starvsfólkini, altso tey sum í gerandisdegnum hava arbeiði um hendurnar, mugu sleppa til orðanna aftur, tá avgerðast skal nær arbeiði er væl úr hondum greitt. Tí starvsfólkini, ið sita við uppgávunum til dagligt hava best skil fyri tí, segði Öberg. Hon helt, at idéalið eigur at vera, at skapa ein almennan sektor, har álitið á starvsfólkini er so mikið stórt, at vit kunnu tryggja, at arbeiðsplássini verða rikin á ábyrgdarfullan hátt sjálvt tá, ið eingin heldur eyga við starvsfólkunum. Tað er framtíðar avbjóðingin. Prísurin fyri effektivisering Samstundis sum boðskapurin hjá samgonguni hevur verið, at vit skulu hava meira fyri minni, sæst ein samanhangur millum trivaðin hjá starvsfólkunum og tey inntriv, sum arbeiðsplássini hava verið úti fyri tey seinastu árini. Tað segði Selma Ellingagaaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum í fyrilestri á ráðstevnuni hjá NSO. Hava vit fingið meira fyri minni. Ella hava vit snøgt sagt bara fingið minni? Hetta var spurningurin, sum Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum royndi at svara, tá ið hon legði fram fyri Føroyar. Sitandi samgonga hevur sum mál at fáa yvirskot á fíggjarlógini í 2016, og í hesum sambandi at tað almenna skal rationaliserast og effektiviserast. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður og Fíggjarmálaráðið hava orða hetta soleiðis at vit skulu hava meira fyri minni. Starvsfólki undir trýsti Selma Ellingaard helt, at stórt spurnartekn tó kann setast við, um tað hevur eydnast landinum at fáa meira fyri minni. Og vísti á viðurskifti, sum benda á, at tað kanska er tvørturímóti. At vit kanska bara hava fingið minni fyri minni. Hon vísti í fyrsta lagi á stóru stresskanningina, sum Starvsmannafelagið lat gera í fjør. Ein kanning, sum staðfesti, at strongd er ein minst líka stórur truplleiki í Føroyum sum í grannalondunum. Og har tann størsti bólkurin sigur, at teirra strongdupplivingar eru tengdar at arbeiðsplássinum, og peika hesi á ov stóra arbeiðsbyrðu sum størstu einstøku grundina. Lagt varð hervið upp til at, at øktu krøvini um effektivitet hava gingið út yvir arbeiðsumhvørvið. Trivnaður og samaviðgerðarrættur Tað vísir seg, at virðing og medávirkan á arbeiðsgongdina, kunnu hava jaliga ávirkað á trivaðin hjá starvsfólkunum. Sáttmálarir hava ásetingar um at starvsfólk skulu hoyrast og spyrjast eftir, tá ið broytingar verða gjørdar á arbeiðsplássunum. Men tíverri vísa royndirnar, at ásetingarnar ikki altíð verða tiknar fyri fult. Samstundis sum boðskapurin er, at vit skulu hava meira fyri minni, kunnu vit síggja ein samanhang millum trivaðin hjá starvsfólkunum og tey inntriv, sum arbeiðsplássini hava verið úti fyri tey seinastu árini, segði Selma Ellingsgaard. Niðurstøðan er helst, at vit bara fáa minni fyri minni, og á tann hátt er hetta tosið utopiskt. Sum loysn mælti hon í fyrsta lagi til, at Arbeiðseftirlitið verður uppraðfest, so at deildin fær møguleika at hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Arbeiðsgevararnir mugu samstundis tryggja, at ásetingarnar um hoyring og samavgerðarrætt verða fylgdar. Haraftruat má Starvsmannafelagið virka fyri at menna álitisfólkaskipanina, so at starvsfólkini fáa størri ávirkan á teirra arbeiðspláss. Hevur Starvsmannafelagið ein mentanarpolitikk? Nú góði, hvat var tað besta, sum tit upplivdu í Berlin? Eg veit ikki ordiliga. Sonurin hevði júst verið námsferð við floksfeløgum í Berlin. Ein stórur hópur av føroyskum ungdómi hevði í eina viku válað í gøtunum í týska høvuðsstaðnum, vitjað Checkpoint Charlie, siglt á ánni Die Sprie, nortið við restir av Múrinum og vitjað týningarleguna í Sachsenhausen. Jú, kanska tað besta var eitt handilssentur á Alexanderplatz. Har fóru vit ofta einsamallir, uttan lærarar. Eg smílist Soleiðis hevði eg tað sikkurt eisini sjálv, tá eg og floksfelagar fóru til Havnar at hyggja at stórsligna grikska leikinum Antigone, sum varð sýndur í Norðurlandahúsinum í 1989. Hevði mamma spurt meg aftaná, hevði eg uttan iva hildið, at løtan saman við vinkonunum niðri í SMS eftir leikin var tann besta. Hevur tað so ongan týdning, at næmingar fáa mentanartilboð, sum víðka teirra sjónarring, dýpa teirra tilverufatan og kveikja teirra iva? Jú, sjálvandi. Tað er at fegnast um, at lærarar eru tilvitaðir um, at næmingar ikki bara skulu førleikamennast, men eisini dannast, sum tað eitur á vánaligum føroyskum. Í apríl í ár hevði eg samrøðu við Eyðun Johannessen í eykablaðnum Mentan hjá Sosialinum. Har segði hann millum annað, at stovnar og fakfelagsbólkar eiga at hava ein mentanarpolitikk, har tað at vísa listini ans er ein sjálvsagdur partur. Tað er gleðiligt, at politikarar og fólk annars eru vorðin meira jalig mótvegis yrkisleiki, men vit hava brúk fyri at styrkja hendan hugburð enn meira. Hevur Starvsmannafelagið ein mentanarpolitikk? Eiga fakfeløgini at hugsa um mentanartilboð til sínar limir á sama hátt, sum skúlalærarar og skúlaleiðslur gera tað til sínar næmingar? Eiga tey at leggja upp til at stovnar og virkir geva starvsfólkum møguleika at uppliva kveikjandi mentan? Hyggja vit á heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, síggja vit, at felagið hevur summarhús kring landið, sum limir kunnu leiga til bíligari prís enn summarhús á privata marknaðinum. Tað er sjálvandi gott, tí hetta gevur limum møguleika til hvíld og vælveru. Á heimasíðuni sæst eisini, at Starvsmannafelagið hevur ein útbúgvingarpolitikk. Endamálið við honum er at menna leiðslu og starvsfólk, soleiðis at tey betur eru før fyri at røkja tær uppgávur, sum eru álagdar teimum, og betur eru før fyri at átaka sær meira fjøltáttaðar arbeiðsuppgávur. Fýra útbúgvingarsløg verða nevnd: grundskeið, serskeið, leiðaraskeið og skiftisskipanir. Men so er tað, at eg havi hug at spyrja hendan spurning. Er tað bara á skeiðum um konkretar førleikar, at starvsfólk og leiðslur mennast? Eigur eitt fakfelag, sum ynskir at gera sínar limir tilvitaðar um síni rættindi og sína støðu, ikki eisini at lata hurðar upp til mentanartilboð, sum júst menna hesar førleikarnar meira enn nakað annað? Kann mann til dømis hugsað sær bretsku arbeiðararørsluna, um tey bara høvdu tekstirnar hjá Karl Marx og ikki søgurnar hjá Charles Dickens? Ber til at ímynda sær eina føroyska tjóðskaparrørslu, sum mentist ígjøgnum førleikaskeið heldur enn droymandi yrkingar? Og kann tað hugsast, at ein túrur á Tjóðpallin í 2015 er líka mennandi sum eitt skeið í Excell? Sjálv havi eg bara einaferð verið í Berlin. Og tað var tí, at eg var so heppin at arbeiða í Studentaskúlanum í Hoydølum eitt árið, tá tey skipaðu fyri ferð fyri lærarar til Berlin. Tað er gott við starvsfólkum og leiðslum, sum hugsa soleiðis, tí fyri flestu okkara er tað í grundini avmarkað, hvat vit hava ráð og orku til sjálv at skipa fyri. Tú mamma, eitt annað stórt upplivilsi í Berlin var, tá vit Kristihimmalferðarkvøld sníktu okkum inn í ein vøll, sum var stongdur, tí tað var heiligdagur. Vit spældu bólt, og so komu nakrir arabarar eisini har. Vit snakkaðu við teir, og teir komu upp í spælið, og tá so ein av okkum datt og keikti fótin, hjálptu teir okkum og ringdu eftir ambulansa. Eg havi lisið nógvar útbúgivngarligar tekstir um barnauppaling, men tann teksturin, sum hevur flutt meg longst var ein málningur hjá Sigrun Gunnarsdóttur av einum drongi, sum situr so veikur í supermanklæðum millum beinini á strongu mammu síni. Og kanska fer fótbóltsupplivingin hjá soninum at hava minst líka stóra ávirkan á hansara víðsýn og opinleika sum nakar skúlatekstur um rasismu og fremmandahatur. Mentanarupplivingar saman við starvsfeløgum snúgva seg nevniliga ikki bara um hugna. Tær kunnu eisini fáa okkum at hugsa, at tað pínadoy ikki kann vera rætt at, og tær kunnu leggja upp til prát, sum geva okkum styrki at flyta okkum bæði persónliga og yrkisliga. Og tað áttu bæði fakfeløg og leiðslur at verið áhugað í. Formaður í útjaðarafelag, eitt starv við nógvum avbjóðingum Tað byrjaði fyri 110 árum síðani sum VB, gjørdist í 2005 VB-Sumba, og fyri fimm árum síðani til FC-Suðuroy, har Julius Vest í Vági nú er, og hevur verið, formaður seinastu fýra árini. Julius hevur verið rættiliga virkin í gamla VB í mong ár, og var í áttatiárunum formaður í nøkur ár. Sum heilt ungur leikti hann sjálvur við á liðinum, men ongantíð á serliga høgum støði. Til tess vóru evnini meira ivasom, sum hann sjálvur tekur til. Men tað er eisini annað virksemi, sum er knýtt at einum tílíkum fótbóltsfelagi. Tað er í so máta ikki smávegis, og kann als ikki sammetast við hvussu tað var fyrstu árini eg sat sum formaður. Umsitingarliga arbeiðið av einum tílíkum felag krevur sera nógva tíð, ikki minst nú neyðugt er at útvega sær útlendskar leikarar at styrkja liðið fyri um nakar møguleiki skal vera at gera seg galdandi har stuttligast er at vera, sigur Julius, sum ásannar, at besta liðið hjá teimum hetta kappingarárið fekk eina syndarliga byrjan og bleiv einki minni enn smurt av fyrstu dystirnar. Hetta fyri ein stóran part orsaka av, at tey ivaleyst undirmettu arbeiðið við teimum neyðugu loyvunum til útlendsku leikararnar, sum felagið annars hevði gjørt avtalur við. Útlendsku leikararnir, sum skuldu styrkja liðið, komu av somu orsøk ikki at leika við fyrr enn fleiri leikumfør vóru leikt. Og úrslitið gjørdist hareftir. Tað er ikki ov nógv sagt, at vit hingu við høvdinum, og tað merktist eisini á teirri sera soltnu áskoðarafjøld, sum kom til fyrstu dystirnar. Men síðani fór at bragda, og nú, í skrivandi løtu, er vón fyri at felagið kann varðveita sítt pláss í bestu deildini, heldur formaðurin. Útjaðarafelag Serligar avbjóðingar eru knýttar at felagi, sum er tveir tíma siglingartíð frá miðstaðarøkinum. Formaðurin greiðir frá, at tað er næstan ikki vikuskifti at ikki okkurt lið skal norð um fjørðin. Og tað kostar bæði tíð og pengar, men hann leggur samstundis dent á, at tað hevur ikki hildið teimum frá at luttaka. Annað, sum er øðrvísi er, at ein útjaðari, sum hevur avmarkaðar møguleikar at bjóða ungfólki, má liva við, at tað eru leikarar, sum arbeiða ella eru í útbúgving norð­ anfjørðs, og hetta ger felags venjing hjá liðunum truplari. Í ár hevur tó ikki verið talan um so nógvar leikarar, sum bert eru komnir suður um vikuskifti. Pengarnir stýra ov nógv Í ár koma vit at brúka eina millión meira enn vit gjørdu í fjør. Fyri ein stóran part orsaka av útlendsku leikarunum. Tað tyngir sjálvandi um raksturin, eins og hjá fleiri øðrum feløgum í landinum, men vit eru ikki mentir at kappast við peningasterkaru feløgini, sum lættliga kunnu bjóða onkrum av okkara bestu leikarum betri umstøður, enn vit kunnu, sigur Julius sum heldur, at pengarnir stýra ov nógv í fótbóltinum. Hann leggur tó staðiliga afturat, at tað skal ikki skiljast sum nakað negativt mótvegis leikarunum, sum taka av einum góðum tilboði. Í verandi leikári eru bæði TB og FC-Suðuroy í bestu deildini. Hjá TB sær rættiliga gott út, men hjá FC-Suðuroy ríður um snari at verða verandi í deildini. Julius heldur, at við avmarkaða fólkagrundarlagnum í oynni, kann tað vera ivasamt við møguleikanum hjá oynni at hava tvey lið í bestu deildini. Vit broyttu navnið til FC Suðuroy fyri at gera okkara til at lata upp fyri møguleikanum við einum felagsliði, men tað er tað so ikki vorðið til enn í hvussu er. Hvussu verður í framtíðini veit eingin, og hesum eru eisini fleiri meiningar um, sigur formaðurin í FC Suðuroy, og leggur afturat, at nú ræður bert um at vóna og gera sítt besta, soleiðis at felagið, eisini næsta kappingarár, leikar í bestu deildini. Sáttmálasemjan við Fíggjarmálaráðið 12. oktobur skrivaðu vit undir nýggjan 2-ára sáttmála. 4,15 % í 2 ár. Ávikavist 2,25 % og 1,90 % varð úrslitið av samráðingunum við Fíggjarmálaráðið hesa ferð. Sum altíð er okkurt vit gleðast meira um enn annað. Summar partar av semjuni eru vit glað fyri. Aðrir partar smakkaðu okkum ikki væl. Samanumtikið meta vit tó, at hetta er ein semja, vit kunnu liva við, og sama sigur Fíggjarmálaráðið. Starvsmannafelagið hevði ætlað at fáa eina munagóða generella lønarhækking. Tað er tí ongin loyna, at lønarhækkingin seinna árið er ikki hon, vit fóru eftir. Frá Fíggjarmálaráðsins síðu varð lýst ein væl døkkari mynd av framtíðar búskaparvánunum, enn tann myndin, sum eftir okkara tykki hevur verið málað, eisini av summum undir júst farna løgtingsvali. Samráðingarpartarnir sótu saman á nøkrum longum, munagóðum fundum, sum endaðu við einum drúgvum fundarátaki á Hotel Føroyum frá leygarmorgni, 10. oktobur til morgunin eftir, tá semjan kom undir land. Tá avtornaði bleiv úrslitið tað, ið nú er undirskrivað. Hetta er, sum nevnt, minni enn vit ætlaðu í lønarhækking og eisini handan pínumarkið hjá Fíggjarmálaráðnum. So báðir partar máttu geva seg, og soleiðis eru samráðingar háttaðar. Vit eru sannførd um, at hetta var tað úrslitið, ið bar okkum til at røkka á hesum sinni. Í samráðingum mást tú geva og taka. Um enn vit høvdu ætlað okkum eina hægri lønarhækking tað seinna árið, so kunnu vit tó gleðast um, at vit hava fingið onkra góðar áseting í sáttmálan og góðar avtalur. Og hetta uttan at vera noydd at selja burtur av arvasilvurinum. Vit hava nú fingið staðfest, einaferð med alla, at vaktargjaldið fyri vikuskiftið, vaktargjald 2, verður roknað frá kl. 17:00 fríggjadag til mánamorgun kl. 7:00. Hetta hevur verið ein afturvendandi stríðsspurningur, og arbeiðsgevarin setti fram krav um, at vikuskiftið skuldi enda á midnátt sunnukvøld. Hetta fingu vit vart fyri. Somuleiðis hava vit fingið eina avtalu fyri siglandi fólkini á Strandfaraskipum Landsins. Tey fáa somu lønarhækking sum onnur og fara ikki niður í løn, hóast arbeiðstíðin minkar, nú altjóða reglurnar um hvíldartíð umborð eru settar í verk. Arbeiðsgevarin ynskti, at vit skuldu lata nakrar tímar av løn fyri meirarbeiði afturfyri. Og tað megnaðu vit eisini at verja fyri. Nú eiga allir limir 15 % í eftirløn og tað fegnast vit um. Semjan inniber eisini, at nakrir starvsbólkar verða umflokkaðir. Hesir fara úr ávíkavist 4. í 5. flokk, úr 5. í 6. flokk og úr 6. í 7. flokk. Herímillum er bólkurin av teimum við miðallongu hægru útbúgvingunum og fara tey úr 6. í 7. flokk. Vit meta, at millum annað henda umflokking var neyðug. Spennið millum ymsu lønirnar hevur verið sera stutt. Skal vera hugsingur um at lyfta tey við lægru lønunum, er neyðugt, at tey við hægru útbúgvingunum verða flutt. Bæði tí lønin var ov lág og eisini við tí fyri eyga, at møguleiki skal vera fyri lønarbatum hjá øðrum seinni. Fyri tey, sum ikki eru umflokkað á hesum sinni, kann tað kanska kennast órættvíst. Hetta hevur tó verið og er vanlig mannagongd í okkara felag, sum hevur hópin av starvsbólkum, og hava vit altíð brúkt sáttmálatingingar til eisini at umflokka ymsar starvsbólkar. Og soleiðis eru samráðingarnar í einum meginfelag sum Starvsmannafelagnum nú einaferð skaffaðar. Allir bólkar vinna kanska ikki í senn. Felagið heldur tó eygað við, at ongin skal vera við sviðusoð. Eins og onnur feløg hevur Starvsmannafelagið verið noytt at ganga undir reglurnar um fráboðanarskyldu og form í sambandi við arbeiðssteðg. Eisini eru avoldaðar orðingar í ásetingunum um barsil broyttar, so at orðaljóðið í sáttmálanum ikki longur er í stríð við Javnstøðulógina. Samanumtikið er sáttmálin intaktur. Og annað boðar eisini frá góðum. Vit fegnast um, at vit hava undirskrivað týdningarmiklar avtalur um arbeiðsumhvørvið og førleikamenning. Hesar eru konstruktivar og framlítandi. Saman fara partarnir at virka fyri einum betri arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsgevarin sær, eins og vit, álvaran í málinum og bindir seg til at taka vandamálið við strongd og sálarliga arbeiðsumhvørvinum í størsta álvara. Hetta skal gerast við átøkum og eini vegleiðing um hvussu arbeiðsplássini skulu bera seg at, tá ið starvsfólk verða rakt av strongd. Eisini skulu álitisfólkini blíva betur ílatin á hesum øki. Harafturat hava vit gjørt avtalu um, at tey føgru orðini í verandi sáttmálum um strategiska førleikamenning av starvsfólki, skulu fremjast í verki. Tað skal millum annað verða gjørt við, at Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið í minsta lagi annað hvørt ár eftirmeta, um avtalan um førleikamenning virkar eftir ætlan. Avtalað er eisini millum partarnar, at eru eisini onnur feløg enn vit sinnað, verður farið undir arbeiðið við eini felags almennari lønarskipan. Hvussu slík verður skipað og háttað er sjálvsagt ikki fastlagt frammanundan. Vit meta, at eisini hetta hevði verði eitt gott og framlítandi arbeiði. Nøkur týdningarmikil mál eru sett og avtalað við okkara sáttmálapart at fara undir í sáttmálaskeiðnum. Hetta fegnast vit um og eru til dystin fús. Beinta Isaksen er ættað úr Skopun og býr í Kvívík. Hon hevur seinastu 27 árini starvast á Løgtingsskrivstovuni, har hennara fremsta uppgáva er sum 1. løgtingsskrivari at síggja til, at alt tað, sum fer fram á landsins hægstu tindum, fylgir tingskipanini.Hennara starvsleið hevur kortini ikki altíð verið á bonaðu gólvunum. Eftir at hon hevði lagt skúlaárini aftur um seg, fór hon eitt skifti at arbeiða á flakavirkinum í Skopun, og fór hareftir á handilsskúla í Havn. Harnæst gekk leiðin til bilafyritøkuni Wenzel Petersen, og hevur so síðani 1. august í 1988 verið í starvi á løgtingsskrivstovuni. Alt eftir tingskipanini Fyrstu árini tók Beinta sær av ymiskum fyrifallandi arbeiði á sjálvari løgtingsskrivstovuni, men við nýggju stýrisskipanarlógini, sum kom í gildi í 1995, kom tann broyting, at tá vóru tað ikki longur tinglimirnir sjálvir, sum virkaðu sum løgtingsskrivarar, men fólk frá skrivstovuni. Og tað er júst hesa uppgávu, sum hon hevur røkt síðani árið eftir hendan skipan kom í lag. Meðan tingfundur er, er ein av hennara uppgávum at skriva gerðabókina, sum millum annað fevnir um allar løgtingssamtyktir, atkvøðugreiðslur og avgerðir annars. Beint eftir fundin verður gerðabókin reinskrivað, og løgd út á netið. Alt orðaskifti á tingið verður tikið upp, og er hareftir alment fyri øll sum hava áhuga fyri tí. Tað er eisini so mangt annað at halda skil á, eitt nú talutíðir, nær mál skulu til 2. og 3. viðgerð, eins og at gera skrá fyri næsta tingfund og nær hann skal vera. Alt í trá við tingskipanina og í samráð við løgtingsformannin. Eisini skulu øll samtykt mál avgreiðast til løgmansskrivstovuna. Beinta sigur, at ein av uppgávunum er, so væl sum gjørligt, at ganga tingfólki til handa og vegleiða teimum. Men er talan um løgfrøðisligar spurningar, eru tað løgfrøðingarnir sum taka sær av tí partinum. Fólk flest hava ivaleyst sínar meira ella minni avgjørdu meiningar um okkara politikarar, men teimum hevur Beinta, sum dagliga virkar saman við teimum, ongantíð havt trupulleikar við. Stílurin meira avslappaður Teir eru eins ymiskir og lítið øðrvísi enn fólk flest, og arbeiðið er bæði spennandi og avbjóðandi. Eg havi mínar mannagongdir at halda meg til, og hvat so kann vera millum politikararnar, havi eg einki við at gera, sigur Beinta. Orðavalið av røðarapallinum kann viðhvørt vera eitt sindur harðligt, men hesum stýrir formaðurin sambært grein 17 í tingskipanini. Beinta heldur, at tingfólk í dag eru heldur sinniligari enn man viðhvørt hoyrdi um fyrr, og stílurin meira avslappaður. Tað verður hildið ógvuliga fast við tiltaluformin. Røðarin eigur ikki at tala beinleiðis til annan tingmann, men altíð venda røðu sína til formannin. Av somu orsøk hoyra vit teir siga harra formaður. Og verður tingmaður nevndur, skal tað vera við fornavni og eftirnavni. Arbeiðsligt Beinta letur sera væl at arbeiðsumstøðunum á løgtingsskrivstovuni, sum heldur til á 3. hædd í umbygdu húsunum, ið fyrr rúmaði telefonstøðini. Ikki at sammeta við umstøðurnar á gamla apoteki, har tey fyrr hildu til. Tingfólk hava eisini fingið munandi betri umstøður, og tosað verður um at gera hesar enn betri, soleiðis at hvør tingfólki fær sína egnu skrivstovu. Á løgtingsskrivstovuni starvast 13 fólk, harav tríggir løgtingsskrivarar. Sjúkraflutningstænastan mennir fakliga førleikan Tíggju starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, umframt starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú staðið útbúgving sum ambulansuviðgeri, stig 2. Útbúgvingin sum millum annað veitir førleikar at viðgera við medisini, hevur til endamáls at økja um prehospitala viðgerð, tvs. førleikan at stabilisera sjúklingin ávegis til sjúkrahúsið. Øll starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum hava nú staðið hesa útbúgving, sum er eitt krav fyri at arbeiða sum ambulansuviðgeri. Hetta er tó fyrsta holdið sum tekur útbúgvingina síðani Hans Jákup Simonsen bleiv korpslækni fyri øll trý sjúkrahúsini. Útbúgvingin er ein liður í menningini hjá danska sjúkrahúsverkinum av ambulansustarvsfólki, og inniheldur fjarlestur, heilsufakliga teori, umframt praktikkuppihald á sjúkrahúsi og í ambulansu. Álitisfólkaval Myndin er frá álitisfólkafundinum, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri á Hotel Føroyum í desember 2013. Valtíð. Freistin at at velja álitisfólk fyri tey næstu tvey árini er fríggjadagin 30. november. Álitisfólk fáa serligar fyrimunir og fakliga er hetta ein mennandi avbjóðing. Tú fært ávirkan á viðurskiftini á arbeiðsplássinum og innlit í starvsfólkamál og viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum sum heild. Álitisfólkaval er millum limirnar hjá Starvsmannafelagnum í hesum døgum. Á myndini síggja vit nøkur av teimum 120 álitisfólkunum í sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum, sum standa fyri vali í hesum døgum. Álitisfólkini skulu veljast fyri tvey ár. Álitisfólkavalið Øll arbeiðspláss hjá landi og kommunum við minst 5 limum skulu velja álitisfólk og eitt varaálitisfólk. Hjá Posta og Føroya Tele er kravið minst 3 limir. Starvsfólkini skipa sjálvi fyri álitisfólkavalinum. Tann, sum fær flestar atkvøður av teimum, ið bjóða seg fram, verður valdur til álitisfólk. Varafólk er tann, ið fær næstflestar atkvøður. Eisini ber til at velja varaálitisfólk við eini atkvøðugreiðslu fyri seg, um tað er neyðugt. Fyri at kunna stilla upp sum álitisfólk skulu starvsfólkini hava arbeitt á stovninum í minst eitt ár. Harafturat skulu tey vera fulltíðarsett. Í serligum førum ber tó til at gera undantøk. Og nógvar góðar grundir eru fyri at átaka sær uppgávuna sum álitisfólk. Serlig rættindi Álitisfólk hava hava serligar sømdir og verju. Tað er trupult at siga álitisfólkum úr starvi og tey hava eisini longri uppsagnartíð. Álitisfólkini hava til uppgávu at ansa eftir, at sáttmáli, lógir og aðrar fyriskipanir, ið galda fyri arbeiðsplássið, verða hildin. Álitisfólkið skal eisini virka fyri best møguligum samstarvi millum starvsfólkini, leiðsluna og felagið. Álitisfólkið skal tingast við leiðsluna um øll mál, sum hava týdning fyri starvsfólkið og stovnin, og leiðslan skal bera so í bandi, at álitisfólkið kann taka sær av málum í arbeiðstíðini. Góð upplæring Tískil er tað avgerandi at álitisfólkini eru væl ílatin at loysa sínar uppgávur. Øll nývald álitisfólk fara á grundskeið, sum er tríggjar dagar um várið og tríggjar dagar um heystið í 2016. Har fáa tey innlit í sáttmálarnar og arbeiðsrætt og fáa onnur hent amboð, sum kunnu hjálpa teimum sum álitisfólk. Harumframt skipar Starvsmannafelagið fyri tveimum árligum álitisfólkafundum fyri øllum álitisfólkunum í sáttmálaøkinum. Har verður skipað fyri viðkomandi fyrilestrum og kjaki um arbeiðsmarknað og starvsfólkaviðurskifti. Ein upplýsandi og hugnaligur dagur, har álitisfólk hittast og deila vitan og royndir og annars eru saman til ein góðan døgurða. Eitt álitisfólk fær sostatt holla vitan um starvsfólkaviðurskifti og arbeiðsmarknað. Vitan sum tey fáa fyrimun og gleði av í sínum arbeiðslívi. Starvsmannafelagið hevur sáttmálar fyri starvsfólk hjá landinum, kommununum, SEV og Føroya Tele og Posta. Fakfeløg vunnu stríð um halgidagssigling Fasti Gerðarættur hevur givið Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Starvsmannafelagnum viðhald í, at manningarnar á strandfaraskipunum skulu hava úrtíðarløn fyri at sigla og arbeiða jóladag og langafríggjadag. Jóladagur og langi fríggjadagur eru ikki innroknaðir í føstu lønina hjá manningunum á skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins. Tað er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrætti, tá hann kom við sínum úrskurði í málinum. Úrskurðurin merkir, at manningarnar skulu hava úrtíðarløn fyri at arbeiða hesar báðar halgidagarnar. Tað vóru Starvsmannafelagið og tey bæði manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, sum vegna limir teirra, ið sigla við strandfaraskipunum, høvdu kært Fíggjarmálaráðið í Fasta Gerðarrætt. Hetta hendi, eftir at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevði noktað at rinda eitt oyra eyka í løn, tá Strandferðslan í fjør vetur knappliga gjørdi av at bróta við gamla siðvenju og fara at sigla jóladag og í vár eisini langa fríggjadag. Lønardeildin helt upp á, at manningarnar ikki skuldu hava nakað eyka fyri hetta, tí sigling halgidagar longu var innroknað í føstu lønina hjá teimum, ið sigla við strandfaraskipunum. Men Fasti Gerðarrættur gav kærandi feløgunum rætt grundað á vitnisfrágreiðingarnar, ið samsvarandi gjørdu greitt, at hvørki jóladagur ella langi fríggjadagur nakrantíð vóru nevndir í sáttmálunum, tí tað var tikið sum ein sjálvfylgja, at tað ikki bleiv siglt hesar báðar dagarnar. Tískil vóru teir heldur ikki innroknaðir í lønarútrokningina saman við øðrum føstum halgidøgum, har siglt verður. Vitnisfrágreiðingarnar bygdu allar undir, at lønarsamráðingarnar altíð høvdu tikið støði í galdandi ferðaætlan, og eftir teimum var ongin sigling jóladag og langa fríggjadag. Umframt at Strandferðslan frameftir skal rinda úrtíðarløn fyri sigling jóladag og langa fríggjadag, skal løn eisini gjaldast afturút til tey, sum vóru til arbeiðis umborð á strandfaraskipunum jóladag í fjør og langafríggjadag í ár. Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið samd um nýggjan sáttmála Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eru komin ásamt um nýggjan sáttmála fyri tey, sum arbeiða hjá landinum. Talan er um 2 ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. Semjan byggir á ein karm, sum er 4,15 % í lønarhækking í tvey ára skeiðinum. Fyrra árið 2,25 % og seinna árið 1,9 %. Í tíðarskeiðinum hækkar eftirlønargjaldið hjá sjúkraflutningstænastuni úr 12% upp í 15%, so at tey verða javnsett við hini í sáttmálaøkinum. Nakrir bólkar verða fluttir upp í hægri lønarflokk. Tey eru bókavørðir, journalistar og sosialráðgevarar. Hetta eru tey við teimum hægstu útbúgvingunum í sáttmálaøkinum. Leiðandi læknaskrivarar, ídnaðarlaborantar, laboratorieteknikarar og yvirlaborantar flyta eisini upp í hægri flokk. Í sáttmálanum eru eisini gjørdar aðrar broytingar. Nevnast kann, at greinin um barsilsfarloyvi er broytt, so at orðaljóðið ikki er í stríð við javnstøðulógina. Ásett er nær vaktargjøld verða latin fyri ólagaligt arbeiði um vikuskiftið. Hetta tíðarskeið er ásett at verða frá kl. 17 fríggjadag til mánamorgun kl. 7. Eisini eru tillagingar gjørdar í arbeiðstíðini hjá siglandi fólki hjá Strandfaraskipum Landsins, so at altjóða hvíldarreglurnar verða hildnar. Avtala er gjørd um minimumssigling í sambandi við arbeiðssteðg. Sáttmálin hevur eisini fingið týðandi ásetingar, sum skulu tryggja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, her undir sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum hevur verið eitt nógv umrøtt mál seinastu tíðina. Við átøkum og vegleiðing um mannagongdir skal tryggjast, at trupulleikar á arbeiðsplássunum verða loystir á munagóðan hátt. Eisini er avtala gjørd um hvussu ásetingarnar um strategiska førleikamenning av starvsfólkunum skulu fáast at virka í veruleikanum. Partarnir hava gjørt avtalu um fráboðanarfreist og fráboðanarform í samband við arbeiðssteðg. Dulnevnd varskógving Um starvsfólk verða varug við, at okkurt óregluligt fer fram á teirra arbeiðsplássi, eiga tey at hava møguleikan at varskógva onkrastaðni uttan um stjóran. Nýggja samgongan ætlar at seta eina varskógvaraskipan í verk, men enn er ikki avgjørt, hvør skal umsita eina slíka skipan. Á fólkafundinum skipaði Starvsmannafelagið fyri kjaki um varskógving. Eisini greiddi Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, frá, tá hann varð uppsagdur. Sjálvur helt hann, at tað var tí hann varskógvaði uttan um stjóra og aðalstjóra. Almenn starvsfólk skulu hava møguleika at varskógva, um tey halda at okkurt er ólógligt ella kanska bara illgrunasamt á teirra arbeiðsplássi. Á fólkafundinum í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 19. september skipaði Starvsmannafelagið fyri uppleggi og kjaki um eina varskógvaraskipan. Í nýggja samgonguskjalinum verður beinleiðis sagt, at miðast skal eftir at seta varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk í verk. Ein varskógvaraskipan er at geva almennum starvsfólki møguleikan er gera vart við óreglulig viðurskifti á teirra arbeiðsplássi, uttan at starvsfólkið kann vænta beinleiðis persónligar fylgjur. Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, lýsti sína uppsøgn á Strandferðsluni eftir at hann valdi at fara uttanum stjóra og aðalstjóra og vendi sær beinleiðis til fíggjarnevndina. Hann gjørdi fíggjarnevndina varuga við, at játtanin fór ikki at halda, og at hetta hevði politiski myndugleikin vitað leingi. Óttaleys starvsfólk Eftir uppleggið frá Hans Peturi Joensen søgdu Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og Helgi Abrahamsen, fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, sínar hugsanir um at seta eina varskógvaraskipan í verk. Annita á Fríðriksmørk talaði fyri eini dulnevndari skipan, sum almenn starvsfólk kundu venda sær til og sum vardi tey. Søgan vísir fleiri dømi um, at almenn starvsfólk eru komin illa fyri, tí tey hava gjørt vart við óreglusemi á sínum arbeiðsplássi. Tí hava vit brúk fyri eini skipan, har starvsfólk óttaleys, kunnu gera vart við óreglusemi, segði Annita á Fríðriksmørk. Hon helt, at ein slík varskógvaraskipan skuldi ikki bara fevna um beinleiðis lógarbrot, men eisini um til dømis misbrúk av almennum pengum. Helgi Abrahamsen var ikki eins íðin forsprákari fyri eini dulnevndari varskógvaraskipan, tí hann væntaði, at ein dulnevnd skipan fór at minna um dulnevndu lesarabrøvini. Helgi stúrdi fyri, at so nógvar gitingar fóru at koma, at øll kundu koma undir illgruna um at hava varskógvað. Vit hava eina veika fyrisiting, tí vit eru so fá. Men gera vit eina dulnevnda skipan, so er vandi fyri, at onkur ósekur fær skyldina, helt Helgi Abrahamsen. Bæði vóru tey kortini samd um, at tað er rætt at taka evnið upp í nýggju samgonguni. Leiðslan fekk munnkurv Hans Petur Joensen, sum var fíggjarleiðari á Strandferðsluni, greiddi frá sínari fatan av málinum, tá hann var uppsagdur. Hann helt seg vera gjørdan til syndabukk í einum máli, har Strandferðslan fekk ov lítla játtan, men samstundis ikki slapp at spara ella hækka ferðaseðlaprísirnar. Sambært Hans Peturi Joensen byrjaði málið, tá fíggjarlógin fyri 2013 varð løgd fyri Løgtingið og ein skerjing var gjørd. Leiðslan á Strandferðsluni royndi at vísa Løgtinginum og fíggjarnevndini á, at tað fór at merkja minni sigling og hægri prísir á Oyggjaleiðum. Men Vinnumálaráðið strikaði okkara viðmerkingar. Vit fingu munnkurv og harafturat varð noktað okkum at seta sparingar ella príshækking í verk, greiddi Hans Petur Joensen frá. Beinleiðis til fíggjarnevndina Hans Petur Joensen lýsti málið soleiðis, at hóast leiðslan á Strandferðsluni fleiri ferðir gjørdi vart við, at har fóru at mangla pengar, so sluppu tey ikki at spara ella hækka prísirnar. Vit fingu greið boð um, at ábyrgdin var okkara, um játtanin ikki helt. Tá segði eg stopp. Hetta kundi ikki ganga longur. Eftir at hava ligið enn eina nátt í svøvnloysi, avgjørdi eg at senda eitt skriv til Løgtingsins fíggjarnevnd og greiða frá støðuni, segði Hans Petur Joensen. Kjakast kann um, um eitt bræv beinleiðis til fíggjarnevndina er at varskógva, men greitt er kortini, at hevði ein varskógvaraskipan verið, kundi hugsast, at fyrrverandi fíggjarstjórin vendi sær tann vegin og kanska ikki kom í sama vanda fyri at vera uppsagdur. Beinleiðis vegurin hjá einum fíggjarleiðara hevði annars verið til stjóran, sum síðani fór til aðalstjóran. Men Hans Petur Joensen dugdi ikki at síggja, at tað bar nakran veg, og hann valdi at loypa formligu mannagongdirnar um. Arbeiðsumhvørvið hjá leiðsluni hevði verið út av lagi vánaligt, og tað hevði havt avleiðingar við sær, sum strongd, svøvnloysi, tíðarskeið við sjúkramelding o.s.fr. Tí bar hetta eisini brá av, at vera ein desperat handling og gjørd í frustratión og avmakt, segði Hans Petur Joensen. Eg valdi tí at fara til ovasta myndugleika og geri eitt whistleblow, greiddi Hans Petur Joensen frá. Men aftaná fekk eg eina skrivliga ávaring fyri at rópa varskó, tí eg skuldi hava verið illoyalur. Varskó uttan um leiðsluna Júst spurningurin um illoyalitet mótvegis leiðsluni stendur upp í móti spurninginum um rættin at varskógva uttan um leiðsluna. Starvsfólk hava í dag skyldu at fráboðað, um tey koma fram á okkurt, sum ikki er í lagi, men tann fráboðanin skal vera til leiðsluna. Talan er um sonevndu loyalitetsskylduna. Rætturin at varskógva uttan um stjóran vigar tyngri enn loyalitetsskyldan, helt Annita á Fríðriksmørk. Varskógving kann eisini halda stjóran á rættari kós. Uppleggið hjá Hans Peturi Joensen vísti á eina politiska fyrisiting, sum eftir hansara fatan, ikki tók sjónarmiðini og ávaringarnar frá einum stovni í álvara. Enn er politiska ætlanin um eina varskógvaraskipan bert ein setningur í samgonguskjalinum. Í kjakinum í ítróttarhøllini varð nevnt, at kanska kundi Umboðsmaðurin ella landsgrannskoðarin umsita eina varskógvarsskipan. Nortið var við eitt dømi úr stóra tunnilsmálinum, har eitt skjal frá Landsverki varð steðgað í landsstýrinum og ikki varð sent víðari til Løgtingið. Spurt varð, um nú Landsverk helt, at skjalið við teirra upplýsingum manglaði í málinum, skuldi Landsverk so gjørt vart við, at teirra skjal ikki var við, at tað hevði týdning fyri málið. Helgi Abrahamsen helt ikki, at vanligir medarbeiðarar á einum stovni dulnevndir skuldu kunnu fara uttan um stjóran í slíkum førum. Kortini vil eg ganga rættuliga vítt fyri at tryggja at Løgtingið fær allar viðkomandi upplýsingar í einum máli, helt hann. Góðar vónir fyri samgonguni, men framvegis er neyðugt at halda í oyrunum á teimum. Eitt av evnunum, sum Fakfelagssamstarvið setti á skrá á ársins fólkafundi, var at geva boð uppá hvat fakfelagsfólk hildu um samgonguskjalið, og hvørjar vónir tey hava til nýggju samgonguna. Hóast fakfelagsfólk hildu, at sjálvt samgonguskjalið fyri ein part var rættiliga leysliga orðað, gav tað tó góðar vónir á fleiri økjum. Millum annað í sambandi við eftirlønina, sum er eitt sera týðandi mál hjá fakfeløgunum. Óluva í Gong fegnaðist um, at hon kendi ikki sørt aftur í samgonguskjalinum, og at samgongan hevði lurtað eftir fakfeløgunum. Tí kundi Vígdis Johannesen eisini taka undir við, og segði seg vera fegna um, at samhaldsfasti skuldi styrkjast. Selma Ellingsgaard kundi ikki annað enn fegnast um, at fakfeløgini skuldu verða við í tilgongdini til eftirlønarskipanina. Hon segði seg eisini vóna, at landsstýrið fór at uppraðfesta spurningin um sálarligt arbeiðaumhvørvi, sum Starvsmannafelagið hevur varpað nógv ljós á, og ikki minst, at vit fáa eina meira rættvísa skattaskipan. Selma harmaðist kortini um, at tað ikki er nevnt í samgonguskjalinum, at eftirløn skal leggjast oman á gjaldið úr barsilsskipanini og ALS. Sum vera man vóru fakfelagsumboðini samd um, at lønarlagið var ov lágt. Herálvur Joensen og Jógvan hildu tað bert vera gott, at fleiri útbúgvingar vóru lyftar upp á bachelorstøði, men mátti tó ásanna, at lønin hevur ikki fylgt við. Hesum tók Selma Ellingsgaard eisini undir við, og legði afturat, at serliga eru tað miðallønirnar, sum eru ov lágar, sum eisini ger, at torført er at lyfta tær lægstu lønirnar. Jógvan Philbrow hefti seg serliga við, at samgongan er sinnað at taka upp samráðingar við fakfeløgini um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Nei til útveiting Vígdis Johannesen segði, at ein av stóru trupulleikunum við útveiting er, at tá fylgja sáttmálarættindini ikki við, sum tey gera í øðrum londum. Fleiri av hennara limum arbeiða við reingerð, sum í fleiri førum verður útveitt, men ofta vísir tað seg, at arbeiðsplássið ása5nnar, at fleiri vansar eru av útveitingini, og vendir tí aftur til gomlu skipanina. At sáttmálaviðurskiftini ikki fylgja við í útveitingini, helt eisini Selma Ellingsgaard vera ein stóran bága, tí starvsfólkini missa tá ta verju, sum fyrisitingarlógin fevnir um. Óluva í Gong segði, at tær royndir, sum onnur hava gjørt sær av at partar av sjúkrarøktini er útveitt, eru syndarliga vánaligar millum annað tí at neyðug krøv verða ikki sett í sambandi við at økið verður útveitt. Herálvur Joensen segði seg óttast stórliga fyri teimum skerjingum, sum fólkaskúlanum er fyri. Verður fólkaskúlin framvegis niðurpíndur, kunnu vit lættliga ímynda okkum, at so fara privatskúlarnir at stinga seg upp, og lítil ivi er um hvør fær gagn av tí, elitan. Betri vónir í dag Samanumtikið søgdu fakfelagsumboðini seg hava góðar vónir um nýggju samgonguna. At lagt verður upp til trý parta samráðingar kundi millum annað Jógvan Philbrow taka fult og heilt undir við. Nú fáa vit at síggja hvussu verður, søgdu fakfelagsfólkini, sum samstundis mintu á, at framvegis verður neyðugt at halda í oyrini hjá ráðandi politikarunum. Og tað lovaðu tey at gera. Fakfelagsmál og politiskur veruleiki Ikki er heilt sørt, at politisku flokkarnir hava tikið nøkur av teimum sjónarmiðum, sum Starvsmannafelagið borðreiddi við undan valinum, til sín. Undan seinasta løgtingsvali gjørdi Starvsmannafelagið nógv burturúr at varpa ljós á arbeiðsmarknaðin og mál av týdningi fyri løntakaran. Felagið setti fram 12 kjarnumál, sum politisku flokkarnir fingu høvi til at siga sína hugsan um. Starvsmannafelagið segði seg vóna, at politisku flokkarnir vildu taka kjarnumálini til sín, og at hesi mál fóru at síggjast aftur í vakstríðnum og ikki minst í samgonguskjalinum. Nú valið er av, samgonga skipað og vit kenna innihaldið í samgonguskjalinum. Sum ein uppfylgjandi part, varpar Starvsblaðið hesaferð ljós á nøkur av kjarnumál felagsins, og spyrja Henrik Old, landsstýrismann við arbeiðsmarknaðarmálum, hvussu hesi fara at síggjast aftur á politiska pallinum. Málini hesaferð eru barsilsskipanin, sálarligt arbeiðsumhvørvi og tríparta samstarv. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, í sambandi við ta sannroynd, at fólk gerast sjúk av ovbyrjan á arbeiðsplássinum, sum Starvsmannafelagið mangar ferðir eisini hevur víst á. At Arbeiðseftirlitið, við síni avmarkaðari fíggjarligu játtan, mest av øllum raðfestir trygdina á fysiskum arbeiðsplássum, er væl skiljandi, nú sera stórt virksemi er og hevur verið í longri tíð, og har størsti vandin er fyri at vanlukkur henda. Hinvegin kunnu vit ikki síggja burtur frá teimum mongu sjúkufráboðanum á millum annað almennum arbeiðsplássum, har fólk leggjast fyri av ovbyrjan, sigur landsstýrismaðurin, sum heldur, at tað almenna átti heldur at gingið undan tá ræður um arbeiðsumhvørvi á egnum arbeiðsplássum. Orsøkin til, at vikutímatalið einaferð varð sett til 40 tímar, hevur uttan iva verið, at tað varð hildið at vera rímilig arbeiðstíð hjá manni og kvinnu, og fer tímatalið væl upp um hetta í longri tíð, er vandi fyri at tað fær avleiðingar. Tað er í dag meira eitt undantak, at avloysarar verða settir í summarfrítíðini, og tí liggur mangt arbeiði og bíðar eftir, at fólk koma aftur úr summarfrí. Flestu fólk munnu gleða seg til at halda summarfrítíð, men gleðin fánar skjótt burtur, tá tey koma aftur til arbeiðis til eitt fult skrivstovuborð. Frítíðin gevur tá lítla meining, og kenna fólk á sær, at tey koma ikki uppundan aftur við bunkunum á skrivaraborðinum, kann strongd verða ein natúrlig avleiðing, sigur Henrik Old. Hann sigur seg ikki hava nakra patentloysn hvussu berast skal at, men undir øllum umstøðum má hesin trupulleiki komast til lívs. Ein máti er sjálvandi at lata stovnunum fleiri pengar, men tað er sum oftast lættari sagt enn gjørt. Men hann ætlar sær eisini at kanna aðrar møguleikar, millum annað um arbeiðsloysisskipanin kann gerast ein viðspælari og møguliga eisini skipanin, vit kalla arbeiðsfremjandi tiltøk. Ovbyrjaðir stovnar Tað er ikki ókent, at politikarar mangan eru óførir at áleggja sínum stovnum fleiri uppgávur uttan at samsvarandi meirjáttan fylgir við. Einki at ivast í tí, og ivaleyst roynir hvør stovnsleiðari at gera sítt besta at avgreiða tær uppgávur, stovninum er álagt. Tað skal nógv til áðrenn ein stjóri talar at politisku skipanini í so máta. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, hann ella hon hava kanska roynt uttan nakað serliga gott úrslit, og partvíst liggur ein ávísur fakligur stoltleiki at megna tær uppgávur, sum álagdar eru, men gongur hetta ov nógv útyvir starvsfólkini, er lítið vunnið. Og tað skal eisini nógv til, áðrenn starvsfólkini sjálvi tala at, sigur landsstýrismaðurin. Markað upphædd til arbeiðseftirlitið Hóast talan fyrst og fremst er um ein leiðsluspurning á hvørjum stovni, hava vit Arbeiðseftirlitið, hvørs uppgáva er at veita vegleiðing og hava eftirlit við arbeiðsplássum, men til sonevnda sálarliga arbeiðsumhvørvi røkkur samlaða játtanin ikki til, tí aðrar uppgávur verða tiknar framum. Henrik Old sigur, at rættast hevði verið at latið Arbeiðseftirlitinum nakrar hundrað túsund afturat og marka hesa játtan, soleiðis at Arbeiðseftirlitið kann seta eitt fólk burturav at ráðgeva og hava eftirlit við, at sálarliga arbeiðsumhvørvið er nøktandi. Trý parta samstarv Eitt av kjarnumálunum hjá Starvsmannafelagnum er tríparta samstarv, sum er eitt arbeiðsmarknaðarpolitiskt forum, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska skipanin tosa saman og semjast um mál av felags áhuga. Hettar er væl kent úr øðrum londum, og tað heldur felagið eigur eisini at verða roynt í Føroyum. Starvsmannafelagið vísir á, at í tríparta samstarvi kunnu verða umrødd arbeiðsmarknaðarmál, sum ikki hoyra undir sáttmálasamráðingar, til dømis mál um lóggávu og regluverk og onnur tiltøk, sum viðvíkja arbeiðsmarknaðinum. Felagið heldur, at eitt slíkt samstarv kann betra sambandið millum partarnar og vera við til at loysa avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum til gangs fyri allar partar. Hetta mál er eisini við í samgonguskjalinum. Har stendur, at trípartasamstarv skal á ávísum økjum styrkja arbeiðsmarknaðin. Heilt natúrligt Landsstýrismaðurin við arbeiðsmarknaðarmálum tekur fult og heilt undir við øllum hesum, men hann undrast kortini á, at tað skal vera neyðugt at seta eitt so natúrligt fyribrigdi sum eitt mál í sær sjálvum. Hann heldur, at tað átti ikki at verið nakað meira natúrligt enn at partar, sum hava til felags at virka á arbeiðsmarknaðinum, tosa saman, ikki minst í tíðarskeiðinum millum sáttmálasamráðingar, men ásannar, at tað verður alt ov lítið tosað saman sum er. Tað tykist at vera so, at tá nýggjur sáttmáli er undirskrivaður er niðurstøðan, at vit síggjast aftur um tvey ár. Tað átti ikki at verið so trupult at gjørt av, at allir viðkomandi partar avtala at hittast av og á, tí á tann hátt kundi verið rættað upp á nakrar av teimum skeivleikum, sum eru, og mangt eitt skilagott hugskot kundi komið burturúr, sigur Henrik Old sum heldur, at eingin orsøk er at avmarka hetta forum til bert hesar tríggjar partarnar, tí tala vit millum annað um arbeiðsmarknaðin, eru eisini nógvir aðrir leikarar á vøllinum. Tað verið seg ALS, skipanin við arbeiðsskapandi tiltøkum, skúlar sum tosa nógv um vaksnamannaútbúgvingar og útbúgvingar sum eru tillagaðar til arbeiðsmarknaðin. Og aðrir stovnar og skipanir við. Mín partur at fáa í lag eitt gott samskifti við allar partar, sum á ein ella annan hátt virka á arbeiðsmarknaðinum, skal í hvussu er ikki liggja eftir, sigur Henrik Old, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum. Betri barsilsskipan Útgjaldsstigið longt upp í eitt ár Eitt av kjarnumálunum hjá Starvsmannafelagnum, sum felagið gjørdi vart við undan valinum, var ynski um at leingja um útgjaldstíðarskeiðið í barsilsskipanini. Hesum søgdu eisini flestu flokkarnir seg taka undir við, og er hetta eisini komið við í samgonguskjalið. Ynski hevur verið, at útgjaldsstíðin verður longd upp í eitt ár, og hesum er eisini líkt til at gerast veruleiki um stívliga eitt ár. Henrik Old, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, sigur, at samgongan er samd um, at hetta verður gjørt í tveimum stigum. Ætlanin er, at tær 20 vikurnar, sum foreldrini í dag kunnu býta sínámillum, verða 26 vikur nú 1. januar, og tað sum síðani restar í einum ári, verður at galda frá 1. januar 2017. Orsøkin til at alt ikki verður tikið nú í einum er, at barsilsgrunnurin er júst farin at virka sum sjálvstøðugur grunnur, og tí er enn ilt at meta um hvat grunnurin megnar at gjalda. Løntakarar og arbeiðsgevarar rinda sum er hvør síni 0,625 prosent í grunnin. Tað verður 1. januar hækkað til umleið 0,7 prosent. Hinvegin roknar landsstýrismaðurin við, at grunnurin verður so mikið væl fyri um eitt ár, at tað ikki verður neyðugt at hækka gjaldið til grunnin munandi, tá útgjaldsskeiðið, um stívliga eitt ár, verður longt upp í eitt ár. Fólkaskúlin í eini løgnari tíð. Tað er vgjørt ikki hugnaligt. Assosiatiónir um daprar dagar og ófrættakenda námsfrøði raka teg sum sleggja. Uttanatslæra, smáir og stórir lærarasadistar, hálvpsykopatar, og omanfyri alt ein knarrandi, lívsforsakandi kristindómur, ið einki gott vildi. Fyri soleiðis umleið hálvthundrað árum síðani byrjaði uppgerðin við sokallaða svarta skúlan. Við rættuliga breiðum strokum høvdu listafólk penslað og útpenslað, hvussu ræðuligur skúlin var. Scherfig er kanska besti eksponenturin fyri tí rákinum. Skúlin var at líkna við eitt fongsul, og lærarar vóru í besta føri avoldaðar kustodur ella smáforvirraðir idealistar, í ringasta føri, og tað vóru teir flestu, sadistar og ørvitisknokkar. Men tann svarti skúlin var ikki annað enn barn av síni tíð. Ein tíð, har avoldaðar áskoðanir um revsirætt, disiplin og trúgv vóru galdandi. Og tú skuldi trúð, at ein uppgerð við akkurát tær avoldaðu áskoðanirnar hevði verið tað rætta. Og nóg mikið. Í staðin fóru radikalir ungdómsuppreistrarmenn, pedagogiskir sangvinikarar, teir altíð ímillum okkum støddu vælmeintu idealistarnir og annað gott fólk víðari. Nú skuldi alt út. Nú skuldi Svarti skúlin burturbeinast og ein nýggjur skúli reisa upp. Burt við øllum dannilsisidealum, burt við uttanatslæru og burt við øllum í 1968ara optikki ónýtiligum. Og sanniliga, atsóknin eydnaðist í ovurmát! Í einari løgnari fatan av, at við at avtaka meira ella minni konservativa pedagogikk, slapst undan ivasomum elementum millum lærarakreftir, fóru teir hvítu reiðmennirnir av nýggjastu pedagogikkini. Kanska var tankin, at burturúr kaos skal hitt nyggja Jerusalem uppstanda. Nýggi og strálandi fólkaskúlin. Vit menniskju eru øll meira ella minni mytomanar. Vit hava tørv á at siga søgur um, hvussu stórum ræðuleikum, vit hava møtt á leiðini. Vit verða heilt einfalt uppfata meira spennandi, kunnu vit siga søgur um ræðuleikar, okkum hava verið fyri. Og hava vit uppliva ein ræðuligan lærara, so hava vit lyndi til at yvireksponera og harvið geva øllum skúlanum skuldina. Men ikki nokk so nógvar nýggjar skipanir, nokk so nógvar nýggjar fólkaskúlalógir fara nakrantíð at eliminerað tey, ið hava ymiskar meira ella minni sálarligar manglar (ella vánaligar lærarar, tíverri). Tá ið niðurbrótingin av gamla skúlanum var gjøgnumførd, gekk ein tíð, har alt gekk meira ella minni uppá stás. Bólkaarbeiði var eitt stórt hitt, trivnaður eitt annað, og tað at vera afturhaldandi við at geva met eitt triðja. Tá ið sosialisman í 1990unum líkasum fekk andaneyð av hendingum úti í heimi varð slóða fyri nýggjari leið. Sosialdemokratar í vesturheiminum løgdu nú á annan bógv. Tað vinstravenda bleiv niðurprioriterað og tað meira miðsøkjandi og hálvgum liberala bleiv nýggjasti konsensus. Og fólkaskúlin, sum vit kenna hann, er jú eitt rættuliga sosialdemokratiskt projekt. Danski, og harvið sjálvandi føroyski fólkaskúlin legði seg nú tætt uppat NPM leiðini. Stutt, øgiliga stutt, kann tað lýsast sum, at alt alment skal rekast rationelt og fíggjarliga forsvarligt. Og tjekkast skal í høvd og reyv, um fólk nú gera sínar skyldur. Og kannast skal, um alt nú verður gjørt so samfelagsatlitsagtigt, sum til ber. Meira liberalismu í raksturin av tí almenna. Omanfyri øllum hongur allatíðina gjøgnumtanlaða mantran bygnaðarbroytingar, sum nú í skjótt mong ár hevur oyðilagt okkum allan tann almenna sektorin so ruddiliga. Og so eitt sindur av newagemerktum hugsunarhátti eisini fyri líkasum at geva soðnum fyllu. Nýggjar tíðir fyri skúlan. Lærarafelagið góðtók góðtrúgvið prinsippið um egintíð, og hetta var byrjanin til, at vit lærarar gjørdust bókhaldarar. Seinni hevur ovasti mynduleiki skúlans kroyst so mangt annað niður yvir lærarar og harvið næmingar, soleiðis at í dag er ein stórur partur av lærarans arbeiði, at reka bókhald. Í dagsins útgávu av prosjekt fólkaskúlin, er bókhaldsarbeiði ein alt størri og týðandi partur. Vit byrja skúlaárið við at gera formaliseraðar ársætlanir, sokallaðar undirvísingartilgongdir pluss alt annað bókhaldsmerkt arbeiði, ið stutt sagt drenar læraran fyri náttúrligt fakligt hugflog. NPM inspireraði skúlin krevur millum annað eisini av lærarum, at teir so hvørt gera formaliseraðar eftirmetingar av undirvísingartilgongdunum. Í hesum egosentrisku tíðum er tað sjálvandi eisini hin einstaki næmingurin, sum skal setast í fokus, og næmingaætlanir fyri teir skulu gerast. Harra Guð, hvat hugsaði vit um, tá ið vit undirvístu í endanum av farnu øld? Um ikki einstaka næmingin, í einum natúrligum heildarkonsepti. Hugsað verður nú konstant inn í kassarnar. Alt natúrligt hugflog verður konstant avmarkað við løgnum, bókhaldsmerktum skipanum og avmarkingum. Tann tíð, ið fyrr var til vanliga fakliga fyrireiking, rímiliga óformell og ikki so strukturerað kanska, men júst tí so forbankað gevandi mangan, er ikki til longur. Tey hava stutt sagt køvt alt opið hugflog. Í staðin sær tað pent út tað heila. Á pappírinum. Og fyri dagsins ovastu, altso tey á skúlapolitiska pallinum, og tey á politiska pallinum yvirhøvur, er tað tað týdningarmiklasta, at tað sær pent út. Alt gott um bókhaldarar. Teir gera sum oftast eitt gott arbeiði. Men tað eigur ikki at vera ein høvuðsuppgáva hjá einum lærara at gera bókhaldaraarbeiði. Soleiðis er tíverri við at verða nú. Svarti skúlin var ikki, fyri at siga tað varliga, tann fullkomni skúlin. Sjeytiáraeksperimentið og smásangvinska áttatiárspedagogikkin ei heldur, og NPM skúlin, tit nú royna at kroysta niður yvir neyðars næmingar og lærarar er tað so sanniliga heldur ikki. Vit grenja allatíðina um, at tey ungu í dag, og kanska vit øllm eru so rótleys, so lítið djúphugsin og so reflektiónsleys. Men Harra Guð, tá ið konstant koyrandi almennar bygnaðarbroytingar verða mettar altavgerandi og ævigur sannleiki í seinmodernaða samfelagnum, og lokalar, yvir tíð uppbygdar mentanir bert soleiðis í eini handavending verða kasseraðar sum gamalt ótíðarhóskandi skrambul, tá ið vit øll skulu ganga runt og vera innovativ og íverksetarar, kunnu tey ungu tá gerast annað enn rótleys og fremmandgjørd? Í hesum virðisrelativistisku tíðum áttu vit nógv heldur at uppraðfest hugtøk og eginleikar sum trúfesti, støðufesti, samhaldsfesti, kjølfesti og hildið okkum til tað sannroynd, at mentan og siðaarvur. Tað er nakað sum tekur tíð at byggja. At drassa skúlan, børnini og almennar stovnar annars yvirhøvur, runt í maneguni við lummaliberalistiskum NPM-frasum, ger okkum ikki til meira harmonisk menniskju. Tvørturímóti. Vit eru í gongd við at uppala eitt ættarlið av nalvaskoðandi egosentrikarum. Okkum tørvar ikki at fara longur enn til nývalda løgtingið, fyri at síggja hvat tað kann føra til. Áhugatímar. At arbeiða yvirtíð uttan løn Eitt nýtt fyribrigdi, interessutímar ella áhugatímar er fyri fyrstu ferð komið til Starvsmannafelagið. Áhugatímar kallar onkur tað. Onkur annar kallar tað ókeypis yvirarbeiði. Tað nýggjasta, sum er komið til felagið er, at nú vil onkur arbeiðsgevari áleggja starvsfólki at hava fundir og aðra ráðlegging, eftir arbeiðstíð. Sagt verður, at hetta eigur at hava starvsfólksins áhuga, og at tey tí skulu gera hetta uttan løn. Altso starvsfólkini skulu arbeiða uttan yvirtíðarløn eftir vanliga arbeiðstíð. Hetta er greitt smábrot Eftir øllum at døma er hetta okkurt smart, sum arbeiðsgevarar hava funnið uppá av sínum eintingum, men tað er so ikki nakað hugtak í sáttmálahøpi ella í starvsmannarættinum, sum vit kenna til. Og tað er tað sum er avgerandi. Tað vit skulu halda fast við er, at antin eru vit til arbeiðis, ella hava vit frí. Og tá vit eru til arbeiðis, fáa vit altíð løn fyri arbeiðstíðina. So einfalt er tað. Frítíðin er fult og heilt okkara og hana hevur arbeiðsgevarin einki við at gera. Ein vanligur arbeiðsdagur hjá fulltíðarsettum er runt roknað 8 tímar um dagin og 39 tímar um vikuna. Arbeiðir tú meira enn 8 tímar ein dag, fær tú yvirtíð. Arbeiðir tú meira enn 39 tímar um vikuna, fær tú yvirtíð. Kravið fyri at fáa goldið yvirtíð er, at arbeiði út yvir normin er álagt, sambært grein 22 í sáttmálanum. Álagt arbeiði út yvir dagliga, planlagda arbeiðið hjá fulltíðarsettum, verður roknað sum yvirarbeiði. Víðari stendur í stykki 4, 5 og 6 um yvirtíðararbeiði. stykki 4. Yvirarbeiði verður gjørt upp í byrjaðum hálvum tímum hvønn dagin stykki 5. Fyri 1., 2. og 3. yvirtíman verður samsýnt við 50 % aftrat vanligu tímalønini. stykki 6. Fyri 4. og fylgjandi yvirtíman og fyri yvirtímar leygardag, sunnudag, halgidag og fastan frídag verður latið + 100 %. Yvirtíð skal avgreiðast antin sum avspáking ella sum gjald, sambært grein 32. So tað stutta av tí langa er, at er talan um álagt arbeiði útyvir vanligu arbeiðstíðina, so gevur tað yvirtíð, tá mann sum vit eru fevnd av einum sáttmála. Sama meginregla er fyri skeið uttan fyri vanliga arbeiðstíð, sí grein 33. Fyri skeið, sum ikki er álagt, kann stovnurin tó lata vanligan tímatakst, sambært grein 33, stykki 2. Seyðurin fer við allari frítíðini Hugurin til seyðahald liggur í blóðinum og stavar aftur til ommu og abba, sum áttu ein part í einum ognarhaga á Skála, sum eg seinri sjálvur keypti. Sum hálvvaksin var áhugin ikki serliga stórur, skilti ikki rættiliga, at nakar tímdi at fáast við slíkt. Men eftir at abbi legði frá sær, og eg sjálvur tók við ábyrgdini, tók áhugin rættiliga dik á seg, men at seyðahald sum frítíðarítriv, sum eg nú brúki hvørja einastu fríløtu til, fór at taka yvirhond, vardi meg ikki. Soleiðis sigur skálamaðurin, Jógvan Pauli Christiansen, sum umframt at hava sítt egna, eisini er røktingarmaður fyri Regin Borðoy bóndanum á Skálafjalli miðjan. Jógvan er avgjørdur, tá hann greiðir frá, at tað er ikki fyri pengarnar, at hann fæst við seyð. Hann sigur seg ikki kenna nakran, sum er vorðin ríkur av tí, men fleiri, sum eru vorðnir fátækir av somu orsøk. Er áhugin ikki sera stórur fyri seyðahaldi, so skal ein halda fingrarnar langt burtur frá slíkum, sigur hann. Men er áhugin hinvegin til staðar, fært tú nógvar og ómetaliga góðar løtur, tá tú fæst við teir ymisku tættirnar, sum seyðahaldið ber í sær. Best tá smálombini koma Besta tíðin er tá tað fer at vára, náttúran vaknar av álvara, gróður kemur í og lembingin er fyri. Men tá er tað veðrið, sum hevur ein stóran leiklut. Jógvan sigur seg ikki minnast so vánaligar umstøður, sum tær vóru í vár. Um hansara leiðir var Oyndarfjarðarvegurin stongdur fyri kava 8. mai, so tað sigur ikki so lítið. Neyðugt var at taka seyðin inn undan illveðrinum, so tað bleiv eitt størri arbeiði í lembingartíðini, sigur Jógvan. Øðrvísi í dag Eftir at lembingin er av, er hampiliga friðarligt til hoyggingartíðin er fyri. Tað er eisini ein frálík tíð, ongantíð betri um veðrið er til vildar. Men rættiliga øðrvísi er í dag enn fyri árum síðani, tá rúgva av fólki stóð við rívu og líggja við kaffi og pannikøkum afturvið. Í dag er alt hetta meira effektivt. Ríva og líggi verða ikki brúkt longur. Nú eru tað maskinurnar, sum gera meginpartin av arbeiðinum at sláa, raka og balla, sigur Jógvan, sum hóast tað hoyggjar ein part upp á gamla mátan. Tað er tó meira fyri, at bæði stór og smá tá kunnu vera við. Men tað eru eisini tey, sum als ikki hoyggja. Stór øki liggja ósligin, og hoyggið verður ístaðin innflutt úr Íslandi. Helst tí at menn síggja sær ikki stundir til slíkt, og tí at innflutta hoyggið bæði er gott og ikki so dýrt. Hesum líkar Jógvani ikki, og heldur tað vera harmiligt, at bøurin liggur ósligin. Hann heldur, at tað er ein stoltleiki í sær sjálvum, at útvega sær fóðrið sjálvur, hevur ein møguleika til tess. Alt seyðafylgi á telduni Hóast hvør árstíðin er nakað serligt, tá hugsað verður um seyðahald, so heldur Jógvan, at heystið man vera tað mest spennandi. Tá flettingin er fyri, er sera hugnaligt, og tá sæst eisini hvussu hevur vignast. Ein heilt serligur spenningur, ikki minst nú alt seyðafylgið er skrásett á teldu, soleiðis at tú sær alla gongdina frá tí lembt er, og tú veit hvør ær eigur hvørt lambið. Jógvan hevur innrættað sær bilhúsið til sláturhús, arbeiðsligt og við góðum reinføri. Stór kapping er eisini um hvør hevur vakrasta seyðin, tí tá seyðasýningarnar verða, fellur dómurin um heiðursmerkini. Tað snýr seg tó kortini ikki bert um heiðursmerki. Týdningarmest er at gera av, hvat skal setast við. Dúgliga verður skoðað, handlað og eygleitt, og harafturat verða nú eisini blóðroyndir tiknar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan skipar fyri. Hetta í sambandi við ridluskriða. Tey hava nú funnið nakrar mótstøðuførar ílegur, sum skulu alast fram, og tað vísir seg at rigga. Tað heldur Jógvan vera stórt framstig, tí ridluskriða skal man vara seg fyri. Hann ger av við alt, og tí má hesin vandin takast í størsta álvara. Við í seyðasýningum Seinastu tvey árini hevur Jógvan verið ein av teimum fimm, sum taka sær av landsseyðasýningunum. Fyrst eru tað lokalu seyðasýningarnar, sum velja bestu lomb og veðrar, og síðani koma lokalu vinnararnir í landskappingina. Jógvan, sum saman við hinum fýra, ferðast kring alt landið at sýna, leggur eina við, at teir taka hetta í størsta álvara og døma eftir bestu sannføring. Eftir hesar vitjanir savnast teir á Búnaðarstovuni, og tá verður gjørt av hvør hevur uppiborið heiðurslønina. Í mong ár fullu flestu virðislønirnar í Suðurstreymoy, men hesi seinastu árini eru flest øll økini komin væl við, og tað heldur Jógvan vera gott. Fragd ella plága Eins væl og tað er ein stór fragd hjá teimum áhugaðu at fáast við seyðahald, so er tað fyri mong onnur ein plága at seyður gongur í bygdum øki, so neyðugt er at girða seg inni, skal nakað grógva í urtagarðinum. Eg skilji hesi fólk so sera væl, og kann bert fegnast um, at her á Skála er vetrarfriða. Tað gjørdi, at vit minkaðu seyðatalið við einum fjórðingi, tí hagin bar ikki allan seyðin, men tað gjørdi eg heldur enn fegin. Tað var tann tíð eg helt tað vera hugnaligt at hava seyðin gangandi millum húsini, men tann tíðin er tíbetur farin, sigur Jógvan, og leggur afturat, at skal tú fáast við seyð, skal tú eisini hava ovurhonds stóran áhuga fyri tí og røkta seyðin væl og virðiliga. Ein fragd fyri meg, sum avgjørt ikki skal vera ein plága fyri onnur. Álit og samstarv Nú stundar til jóla. Perur glampa í gluggum og á trøum og kavin hevur eisini skrýtt landið. Eru vit heppin, dala flykrurnar eisini, tá jólaboðskapurin aftur fer at ljóma. So er enn ein fíggjarlóg til viðgerðar á okkara høga tingi. Hon verður viðgjørd í hesi løtu og skal verða samtykt fyri árslok. Flokkarnir, ið nú mynda samgonguna, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, lovaðu undan valinum, at lág- og meðallønt skuldu fáa ein skattalætta, komu tey til valdið. Sama lovaðu eisini allir hinir flokkarnir. Nú er innarbeitt í fíggjarlógaruppskotið, at hesi vallyfti skulu gerast veruleiki. At lág- og meðallønt hava rætt til og tørv á einum skattalætta, er ikki ivi um. Tað vóru eisini hesir lønarbólkar, ið høvdu tørvin í 2011. Í blaðnum hava vit nakrar greiningar av teimum skatta- og avgjaldsbroytingum, ið samgongan hevur sett sær fyri at fremja komandi ár, og hvørja ávirkan hesar fara at hava. Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at tá blaðið verður prentað og sent tykkum limum, er fíggjarlógin ikki endaliga samtykt. Henda samgongan er eisini altráð eftir at fáa javnvág og yvirskot á fíggjarlógini. Alt gott um tað, tað má bara ikki gerast ov dýrtkeypt, at fáa eitt roknistykki at passa. At skapa álit og vissu um hvat hendir og hví er alneyðugt. Tí eru breiðar, berandi semjur, ið røkka tvørturum ella yvirum valskeið og tvørturum tingsalin so umráðandi og eiga og skulu vera gjørligar. Rumbli og kegli er nokk av. Konstruktivar, breiðar og berandi semjur skapa tryggleika og er vegurin at ganga. Fólkið má kenna vissu um hvat hendir. Álit og innlit eru lyklaorð. Og tá skipanir ætlandi skulu broytast og tillagast, mugu og skulu relevantir partar verða spurdir til ráðs og verða við í tilgongdini. Sjálvt skilagóðar ætlanir kunnu fáa skot fyri bógvin, um hoyring verður umlopin ella niðurraðfest. Í mun til pensiónsskipanina mæla vit staðilig til at steðga á og ikki fremja broytingar, fyrrenn eitt fullfíggjað uppskot, ið hevur fingið neyðugu viðgerðina og viðkomandi partar hava fingið lýst síni sjónarmið og veruliga eru tikin við uppá ráð. Ógvusliga forskattingin av pensiónunum má broytast, so ella so. Øll, ið rinda til egna uppsparing, fingu eina stóra skattahækking, tá forskattingin varð sett í verk í 2012. Millum annað hetta, má gerast nakað við. Og vit vænta av samgonguni, at nakað munagott hendir á hesum økinum. Jólaboðskapurin er vakur: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Boðskapurin er ikki minni týðandi í dag enn fyri góðum 2000 árum síðani. Ófriður og ótryggleiki valdar nógva staðni og eisini vit kunnu nú meira ítøkiliga kenna hvat hesin ófriður og ótryggleiki merkir, hesa vanlagnu mong av okkara brøðrum og systrum kring heimin mugu liva við dag og dagliga. Sum í øllum lívsins viðurskiftum so eru tað samstarv og semjur, ið mugu finnast. Semjur, ið eru alt annað enn lættar at finna og gera. Frið á jørð og í menniskjum góðan tokka er dýrmæta og virðismikla gávan, vit kunnu ynskja okkum og biðja um. Eini gleðilig og friðsæl jól og eitt vónríkt nýggjár ynskja vit tykkum øllum og tykkara. Partvíst sum heimaarbeiðspláss Heidi á Høvdanum Andreasen er útbúgvin læknaskrivari og starvast í fulltíðarstarvi á B7 á Landssjúkrahúsinum, men ein av vikudøgunum røkir hon sítt starv heimanífrá, og tað riggar sera væl, sigur hon. Heidi er fødd, uppvaksin og býr á Viðareiði. Eftir lokið handilsskúlaprógv fekk hon í 2008 lærupláss á Landssjúkrahúsinum, har hon eftir lokna útbúgving tvey ár seinri fekk fast starv, og har starvast hon framvegis. Størsti partur av lærutíðini fór fram á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum, umframt nøkur skúlaskeið í Odder í Danmark, har eisini endaliga próvtøkan fór fram. Alt talgilt Læknaskrivarin er andlitið, ella helst rættari sagt røddin, úteftir, tí ringir tú á deildina, tekur læknaskrivarin telefonina og avgreiðir fyrispurningin. Somuleiðis er hennara uppgáva at samskipa eitt nú viðtalutíðir, og hon gevur síðani fólki boð um, nær tey kunnu koma til kanningar, ella hvørji ørindi tey so hava á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Samskipan er eitt lyklaorð, og alt skal passa saman, tí á sjúkrahúsinum kann eingin tíð fara fyri einki, tí øll hava ríkiligt at gera. Heidi greiðir frá, at har arbeiða tey pappírsleyst. At kalla alt samskifti, eins og avtalur og skrásetingar, fer fram á telduni. Sama er við meginpartinum av samskiftinum millum læknaskrivaran og læknan. Hetta er bæði skjótari og lættari, og ikki er neyðugt at sita í sama rúmi og tosa saman, sum heldur ikki altíð hevði borið til. Partvíst heimaarbeiði At búgva á Viðareiði og arbeiða í Havn hevur við sær, at ferðin til og frá arbeiði mangan kann vera møtimikil, og tí orðaði Heidi við deildarleiðaran, um møguleiki var fyri, at hon onkran dag í viku kundi arbeiða heimanífrá, nú alt arbeiði fer fram við teldu og telefon. Tað fekk Heidi loyvi til, so nú situr hon heima á Viðareiði hvønn mikudag og røkir sítt arbeiði í Havn. Tað er hon sera fegin um, og hetta riggar sera væl. Orsøkin til, at eg ynskti at arbeiða partvíst heima, var millum annað, at eg eri einsmøll við mínum 12 ára gamla soni, sum eg nú kann vera meira saman við, eitt nú á morgni, áðrenn hann fer í skúla, og so eftir skúlatíð eisini. Onnur orsøkin var fjarstøðan til og frá arbeiði, og so sleppi eg eisini undan at ferðast eftir Viðareiðisvegnum hendan eina dagin. Viðareiðisvegurin er ikki altíð líka tespiligur, sigur Heidi, sum møguliga kundi hugsað sær at fingið enn ein vikudag heima, men burturav at arbeitt heimanífrá kundi hon als ikki hugsað sær, tí sínar starvsfelagar vil hon ikki vera fyri uttan. Serlig atlit Landssjúkrahúsið hevur orðað ein politikk í sambandi við heimaarbeiðspláss, har serlig atlit eru tikin til, at óviðkomandi ikki hava møguleika at fáa innlit í persónlig viðurskifti hjá øðrum. At halda seg til hesar leiðreglur hevur Heidi ongar trupulleikar við. Hon hevur ikki eitt einasta pappír frá arbeiðsplássinum heim við, og eingin annar enn hon sjálv sleppur fram at telduni ella telefonini. At Landssjúkrahúsið hevur ein orðaðan politikk í sambandi við heimaarbeiðspláss og harvið eisini gevur fólki møguleika til tess, ber eisini í sær, at heima ber betur til hjá starvsfólkum at hugsavna seg um onkra ávísa uppgávu, sum tey vilja kunna seg meira um, enn umstøður eru fyri í dagliga meldrinum á arbeiðsplássinum, sigur Heidi. Spurd, um vandi við at arbeiða heima ikki kann vera, at gerandis húsligar skyldur kunnu órógva arbeiðsgongdina, og somuleiðis hinvegin, at arbeiði órógvar heimalívið, sigur Heidi, at tað hevur hon ongantíð sæð sum nakran trupulleika. Ein fyrimunur er, at tú fyri ein part kanst leggja arbeiði til rættis, sum tú vilt, men tað krevur eisini, at tú hevur sjálvsdisiplin, sum er ógvuliga umráðandi. Felags nevndarfundur í Fakfelagssamstarvinum Umleið 25 fólk, sum manna nevndirnar í teimum seks feløgunum í Fakfelagssamstarvinum, høvdu felags nevndarfund í hølunum hjá Starvsmannafelagnum 11. nov. Formenninir í samstarvinum møtast regluliga, har teir viðgera aktuell mál av felags áhuga, og nevndirnar møtast eisini viðhvørt. Men av og á hevur eisini verið stórfundur, har nevndarlimirnir í øllum feløgunum og onkuntíð umsitingarnar í feløgunum hava verið saman. Á felags nevndarfundinum vóru ymisk mál á skránni, eittnú nevndararbeiði og álitisfólkaskipan. Eisini umrøða nevndarlimirnir arbeiðið og endamálið við Fakfelagssamstarvinum sum heild. Byrjað var við einum bita, og síðani var fyrri hálvleikur í spurnakappingini, sum navnframi quiz verturin, Niels á Reynatúgvu, sum vant skipaði fyri. Spenningurin var, sum vera man, stórur. Mundu teir gomlu vinnararnir fara at gera vart við seg aftur? Í hálvleikinum slappaðu vit av við góðum írskum fólkatónleiki, sum Black Sheep syrgdu fyri. Tá seinna hálva í spurnakappingini var av, kundi Niels á Reynatúgvu avdúka, at tað stóð mestsum á jøvnum millum tvey av liðunum, har millum annað kenningur í kappingini, Gjaldstovan og og tey á Taks, spøktu aftur. Men, men. Tað var nú hvørgin av teimum, sum fór við sigrinum, tí á einum tryggum plássi hesaferð kom mín sann eitt væl upplagt borð, mannað við starvsfólkum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Býarbókasavninum í Havn. Tey fingu stásiligt steyp handað. Talan er um ferðasteyp, sum verður latið fyrstu ferð í ár. Reglurnar siga, at tað arbeiðsplássið, sum er við til at vinna steypið fimm ferðir, vinnur tað til ognar. Tillukku bókasavnið og starvsstovan! Restina av kvøldinum og út á náttina hugnaðu vit okkum við sangi, gittarspæli og práti. Enn eitt væleydnað hugnakvøld í núymvældu hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Øll fáa nú eftirløn afturat Lønini Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt semju, sum ber í sær, at øll starvsfólk, sum arbeiða undir sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, skulu hava sáttmálaásettu eftirlønina frá 1. oktober 2015 at rokna. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hava verið ósamd um, hvussu hendan sáttmálaorðingin í grein 13 um eftirlønartrygging skal tulkast. Stovnurin rindar vegna starvsfólkið, til eina eftirlønarskipan, ið Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið kunnu góðkenna, í eftirlønargjaldi 15% av tí til eina og hvørja tíð galdandi mánaðarløn eftir lønarskalanum, men ikki av serstøkum gjøldum ella yvirtíðargjøldum. Øll starvsfólk Starvsmannafelagið hevur alla tíðina havt ta støðu, at starvsfólk, sum virka og eru lønt eftir sáttmálanum, skulu hava eftirløn afturat grundlønini. Øll starvsfólk. T.v.s. óansæð um tey eru í føstum starvi, fyribilssett, avloysarar, fulltíðarsett ella parttíðarsett ella hvat slag av setan talan annars hevur verið um. Fíggjarmálaráðið hevur hinvegin tulkað ásetingina sum, at ein starvsfólkabólkur, sum í lønarumsitingini hjá landinum hevur verið nevndur tímalønt, ikki hevði rætt til eftirløn. Talan hevur verið um starvsfólk, sum eru komin inn styttri tíð, til dømis sum avloysarar, og sum ikki hava fingið tey 15 % í eftirløn eins og hini starvsfólkini. Harafturímóti hava tey havt skyldu at gjalda eftirløn eftir eftirlønarlógini, sum hevur verið drigin av lønini, í løtuni 2%. Tá Starvsmannafelagið bleiv varugt við hetta, gjørdi felagið alt fyri eitt vart við, at vit mettu, at hetta var ikki í tráð við sáttmálan. Felagið góðtók ikki, at tað vóru nøkur, sum arbeiddu eftir sáttmálanum, og sum ikki høvdu rætt til sáttmálaásettu eftirlønina. Og endin var, at felagið fyrr í ár fór í Fasta Gerðarrætt við sáttmálatrætuni. Semjan Semjan, sum nú er gjørd, ber í sær, at allir arbeiðsgevarar hjá landinum hava fingið boð um at rinda bólkinum, sum í lønarumsitingini higartil hevur verið nevndur tímalønt, eftirløn frá 1. oktober 2015 at rokna. Semjan merkir, at Starvsmannafelagið sleppir gerðarrættarmálinum og fer ikki at seta fram krav um eftirlønargjøld av tímalønum, sum eru innvunnar fyri 1. oktober 2015. Starvsfólkið, sum gerðarrættarmálið varð grundað á, fær tó eftirlønargjald av allari sínari inntøku fyri 2014. Starvsmannafelagið gleðist um, at tað hevur eydnast at gera eina semju, sum merkir, at øll, sum starvast undir sáttmálanum, nú fáa eftirløn av síni grundløn, og at sáttmálin ikki hevur nakran, sum hevur verri sømdir enn onnur. Soleiðis, sum grein 13 er orðað, ásannar Starvsmannafelagið, at tað var ein ávísur vandi fyri, at felagið ikki fór at fáa viðhald í Fasta Gerðarrætti. Við ikki at fara aftur í tíðina við krøvum hava vit givið nakað, men við tað, at tað nú er staðfest, at øll starvsfólk frá 1. oktober at rokna hava rætt til sáttmálaásettu eftirlønina, hava vit samanumtikið vunnið nógv meira, serliga tá hugsað verður um vandan fyri at tapa málið í gerðarrættinum. Tískil meta vit hetta avgjørt sum ein stóran og virðismiklan sigur fyri tey, sum arbeiða undir sáttmálanum. Fíggjarmálaráðið hevur givið landsins arbeiðsgevarum boð um semjuna, ið fór at virka 1. oktober 2015. Starvsmannafelagið hevur álit á, at viðurskiftini nú eru fingin í rættlag. Fyri at alt skal vera í lagi heitir felagið tó á álitisfólkini og starvsfólkini annars um at halda eyga við, at øll nú fáa sáttmálaásettu eftirlønina. Er nakað ivamál í hesum sambandi, verða tit biðin um at siga leiðsluni og evt. felagnum frá. Førleikamenning og sálarligt arbeiðsumhvørvi Tað er nú nakað síðani Starvsmannafelagið setti hugtakið førleikamenning á dagsskrá mótvegis almenna arbeiðsgevaranum. Semja tykist eisini at hava verið og er framvegis um týdningin av, at starvsfólk fáa ment sín arbeiðsførleika, hetta til frama fyri bæði starvsfólk og arbeiðsplássið. Eitt sindur misjavnt hevur kortini verið frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss, hvussu hetta hevur roynst í veruleikanum, og tí gjørdu Starvsmannafelagið og fíggjamálaráðið semju í sambandi við seinasta sáttmálan, sum staðfestir, at tað er alneyðugt, at ásetingin í sáttmálanum um strategiska førleikamenning skal fáast at virka á øllum stovnum landsins. Partarnir siga tað eisini vera av alstórum týdningi fyri menningina av almennu fyrisitingini og fyri at verða ein áhugaverdur arbeiðsmarknaður, at stovnarnir regluliga og áhaldandi stinga út í kortið, leggja ætlanir og førleikamenna starvsfólk samsvarandi. Hetta fyri at kunna taka við nýggjum avbjóðingum, so tænastustøðið alsamt verður betrað. Fyrst í desember skipaði Starvsmannafelagið fyri fundi við álitisfólk felagsins, har tey skuldu siga, um tey halda, at strategiska førleikamenningin virkar eftir ætlan. Tey skuldu eisini siga sína hugsan um, hvønn leiklut álitisfólkini hava í sambandi við arbeiðið við førleikamenningini. Starvsmannafelagið vísir á, at semjan við almenna arbeiðsgevaran sigur, at álitisfólk og leiðslan skulu hava regluliga uppfylging um strategisku førleikamenningina, og spyr álitisfólkini, hvussu tey halda, at hetta kann verða gjørt heilt ítøkiliga. Loksins vórðu tey spurd, hvussu tey meta seg vera før fyri at taka hesa uppgávuna á seg. Gott Arbeiðssøki. Treyt fyri arbeiðsumhvørvi. Treyt fri trivnali Gott arbeiðsumhvørvi og eitt álitisríkt samstarv er avgerandi fyri, at starvsfólk og leiðsla trívast. Tað eru Starvsmannafelagið og almenni arbeiðsgevarin samd um, og tað vilja tey gera nakað við. Semja er gjørd millum partarnar at stuðla átøkum, ið fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi. Fíggjarmálaráðið boðar frá, at ráðið fer at kunna leiðslur og starvsfólk á landsins arbeiðsplássum um stóra týdningin av, at leiðsla og starvsfólk í felag tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Eisini fer Fíggjarmálaráðið í sáttmálaskeiðinum at gera vegleiðing um, hvussu leiðslur og starvsfólk skulu fyrihalda seg, um starvsfólk eru strongd. Hartil fer Fíggjarmálaráðið í næstum at seta í verk vegleiðing um sjúkrafráveru. Vegleiðingarnar verða gjørdar í samráð við fakfeløgini. Starvsmannafelagsins partur í semjuni er, at felagið í sáttmálaskeiðinum fer at bjóða álitisfólkunum skeið í, hvussu tey best kunnu viðvirka til at fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi saman við starvsfólkum og leiðslu. Á álitisfólkafundinum herfyri vóru álitisfólkini spurd, hvussu tey halda, at vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi ítøkiliga kann fyribyrgjast. Tey skuldu eisini svara fyri, hvat tey halda, at ein tílík vegleiðing frá Fíggjarmálaráðnum ítøkiliga skal innihalda, og somuleiðis hvat vegleiðingin um sjúkrafráveru skal innihalda. Spurningin um, hvat innihaldið í skeiðinum hjá Starvsmannafelagnum skal verða, fingu álitisfólkini eisini høvi til at siga sína hugsan um. Eftir álitisfólkafundin fór felagið at viðgera tað, álitisfólkini mæla til. Útsagnirnar frá álítsfólkunum eru eitt gott amboð hjá nevndini at arbeiða víðari við, sigur felagið. Samgonguflokkarnir lovaðu áðrenn valið í september 2015, at lág- og miðalinntøkurnar skuldu fáa ein munandi skattalætta um teir komi til valdið. Seinasti skattareformurin, flatskatturin, sum varð settur í gildi í 2012 merkti, at tær hægri inntøkurnar fingu tann størsta skattalættan. Nú fyriliggur eitt fíggjarlógaruppskot frá nýggju samgonguni, har fleiri broytingar eru í uppskoti. Endamálið við nýggju skattaskipanini er, at lág- og miðalinntøkurnar fáa ein skattalætta, meðan tær hægri inntøkurnar ikki fáa nakran skattafyrimun. Roynt verður sostatt at útjavna nettoinntøkurnar hjá løntakararnum. Landskatturin verður meira progressivur tvs. tær hægri inntøkurnar gjalda lutfallsliga meira í skatt enn tær lægri. Samstundis leggur fíggjarlógaruppskotið upp til, at barsilstíðin skal longjast og at tryggja góð fíggjarlig kor fyri tey eldri í framtíðini. Tí verður lagt upp til at hækka gjaldið til barsilsskipanina og arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Eisini verður vektgjaldið til bilar økt og punktgjaldið á bensin og diesel fer upp. Gjaldið til heilsutrygd fer eisini eitt vet upp. Harafturímóti verður stuðulin til ferðing ímillum heim og arbeiði hækkað og kringvarpsgjaldið broytist, so tað verður munandi lægri hjá ávísum bólkum til dømis ungum undir 24, støkum og pensjónistum. Spurningurin er, hvat alt hetta merkir fyri vanliga løntakaran. Fáa limirnir í Starvsmannafelagnum veruliga fleiri pengar um hendi, ella verður skattalættin útholaður av hækkingini av ymiskum gjøldum. Fyri at geva eina heildarmynd byggir greiningin á tríggjar inntøkubólkar úr lønartalvunum hjá Starvsmannafelagnumn. Ein við inntøku niðast á lønartalvuni. Ein við inntøku í miðjuni. Og ein í ovara enda á lønarstiganum. Hugt verður eisini att hvussu roknstykkið sær út fyri støk í mun til húski, og fyri fólk við bili og ongum bili. Heimablídni á Velbastað Anna og Óli Rubeksen borðreiða við tí besta úr egnum haga. Anna og Óli eru seyðabøndur. Umframt at hava sítt dagliga yrki, Anna sum sjúkrarøktarfrøðingur og Óli sum SSP-ráðgevi, hava tey ein 6-marka garð á Velbastað, sum hevur mark móti Syðradali, og sum ber 150 áseyðir. Av stórum áhuga fyri matgerð, tí stóra og góða tilfeingi í seyðahaldinum, og góðum umstøðum annars, fingu tey hugskotið at skipa fyri heimablídni, sum eisini kundi verið eitt gott íkast til garðin. Sum hugsað, so gjørt. Tey byrjaðu í smáum fyri umleið 10 árum síðani at fyrireika seg, og hesi seinastu fimm árini er rættilig gongd komin á, og mong eru tey, sum hava sitið við væl búgvið borð og notið gott av heinabkídni teirra í heiminum á Gerðisbreyt á Velbastað. Tey leggja stóran dent á at alt, sum tey borðreiða við, er av føroyskum uppruna, enntá eisini tað, tey borðreiða á, tí sjálvt stóra stovuborið er úr føroyskum viði úr viðalundini á Selatrað, har jólaódnin í 1988 eisini gjørdi rættiliga um seg. Alt føroyskt Sum vera man er ein fittur partur av matarskránni úr egnum haga. Lambskjøt og annars allur annar úrdráttur av seyði, rullipylsa, kjøtpylsa, seyðarhøvd, kjøtstungin suðuroyarsperil, blóðpylsa o.a., og alt gera tey til sjálvi. Tað, sum tey ikki fáa úr haganum, er somuleiðis av føroyskum uppruna: epli frá Streynesgarði, røtur úr Dímun, hummari frá Kristjan Geyti, kalvi,drigin úr Hestfirði, og at skola niður við bjóða tey føroyskt øl og sumbiarvatn. Er áhugi hjá gestunum, bjóðar Óli fegin ein lítlan afturvið matinum. Matarskráin, sum vanliga er fimm rættir, verður sett saman í mun til árstíðina við smárættum, høvuðsrætti og onkrum góðum omaná, sum ofta er úr føroyskum rabarbum. Teimum dámar eisini væl at royna ymiskt, sum ikki er heilt vanligt, millum annað ræsta súpan av turrum fiski. Anna og Óli greiða frá, at uppskriftirnar hava tey fyri ein stóran part heimanífrá, og onkrar hava tey tillagað; ein blandingur av gomlum og nýggjum. Ein náttúruuppliving Í hugnaligu og rúmsáttu stovuni við framúr góðum útsýni vestur í Vágar, Koltur, Hest og suður í Sandoynna bjóða tey gestunum til borðs. Í minsta lagi bólki við 8 fólkum, men tey hava eisini havt eini 40 fólk til borðs. Útsýnið og friðurin mitt í náttúruni er ein uppliving í sær sjálvum. Er veðrið til vildar, er einki til hindurs fyri at festa í uttanduragrillina. Vit siga við gestir okkara, at nú skulu tey bara leggja tíðina frá sær og njóta upplivingarnar. Tað er ikki soleiðis sum á mongum matstovum, at tænarin byrjar við at greiða frá øllum tí, borðið hevur at bjóða, tí tað skulu fólk sjálv fáa møguleika til at gera sínar tankar um, men spyrja tey, so fáa tey eisini at vita, hvat borðreitt verður við, greiðir Óli frá. Ríð og et Tá aftur fer at vára, fara Anna og Óli ivaleyst at endurtaka eitt rættiliga serligt tilboð til gestirnar. Tað tey kalla: Ríð og et. Hetta snýr seg um, at gestirnir fáa møguleika til at koma vestur til Velbastaðar á rossabaki fyri síðani at njóta eina máltíð har vesturi. Tiltakað skipa tey í samstarvi við Berghestar. Hetta royndu tey nakrar ferðir í fjør, og tað eydnaðist so mikið væl, at tað er vert at endurtaka. Annars hava tey eisini sjálv trý íslandsross í fjósi í Havnardali, men hetta er til egið ítriv og hugna. Gestir úr øllum ættum Tað er ein fjølbroyttur skari av gestum, sum hava vitjað hjá Onnu og Óla á Velbastað. Talan kann vera um felagsskapir og fyritøkur, sum hava hug at bjóða sínum gestum, sum koma higar, onkra serliga uppliving. Her hava eisini verið útlendskir journalistar, gestir víða úr heimi. Í sambandi við sólarmyrkingina vóru gestir úr millum annað USA og Avstralia, og nú um jóltíðir fáa tey millum annað vitjan av eldri fólkum úr USA, sum hava sagt seg fegin vilja uppliva okkurt veruliga lokalt. Vertsparið á Velbastað heldur seg hava gott í væntu komandi tíðirnar, tí ferðarákið hjá fólki úr heitaru londum er, at tey vilja sleppa at uppliva okkurt, sum ikki minnir um teirra gerandisdag, tí sól og summari hava tey nóg mikið av. Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um Smæruna, nú Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Sjónvarp Føroya helt til í millum annað Winthersgøtu/J.H. Schrøtergøtu í Havn, fóru tankarnir skjótt at reika, tí nógv havi eg sporini í Smæruni. Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hann segði okkum, at hjá Evensen fekk hann 200 krónur um mánaðin, men handilsmaðurin Hans Jacob Jacobsen bjóðaði honum 250 krónur um mánaðin, og hann tók av. Pápi arbeiddi í Smæruni í 48 ár. Tá Hans Jacob Jacobsen, handilsmaður og vinnulívsmaður, í 1932 læt upp matvøruhandilin og slaktaríhandilin Smæruna, búðu umleið 3000 fólk í Havn. Fólk vóru ivasom, um Hans Jacob fekk eydnu við handlinum, tí handilin lá so langt frá fólkinum, sum flestu búðu úti á Reyni, plagdi pápi mín at siga. Hans Jacob (1890-1967) var framsíggin handilsmaður, tí longu í 1927 læt hann upp kafé á Høgareyni úti á Reyni. Hetta var ikki bara vanlig kafé, men Hans Jacob kundi bjóða nakað, sum bara stórbýirnir kundu bjóða tá í tíðini. Tað fyrsta gestirnir rendu seg í, tá ið teir komu inn um dyrnar, var ein automat, og har krónurt tú sigarettir, tyggigummi, góðgæti og annað. Í gongini stóð vekt, har fólk kundu viga seg við at gjalda 10-oyra. Á tekjuni stóð stór ljósreklama, sum sást um allan býin. Longu í 1902 var bryggjarí í Ydun úti á Reyni. Í 1922 keyptu Hans Jacob Jacobsen og Rudolf Michael Jacobsen bryggjaríið. Í 1935 var bryggjaríið flutt av Reyni niðan í Smæruni á Abbatrøð. Í 1935 gavst Hans Jacob við bryggjarínum og seldi tólini til Føroya Bjór í Klaksvík. Sum smádrongur í 1950-árunum og fyrst í 1960-árunum kom eg heilt nógv í Smæruna. Eitt var, at pápi mín arbeiddi har, men har var so nógv spennandi virksemi. Í slaktarínum arbeiddu Johan Steffansson, sum var leiðari, Nick Hansen og Martin Justesen. Dánjal Húsgarð og Jens Petur Hansen lærdu til slaktara. Tá í tíðini bíløgdu nógv fólk vøru úr Smæruni, sum í kassum vóru koyrdar til dyrnar hjá fólki. Poul í Skorini koyrdi vørubilin, og mangan koyrdi eg vøru út saman við Poul, sum var fyrikomandi maður. Smæran var mest sum í tveimum. Vanligi kolonialhandilin við stórari skivu og nógvum skuffum við vørum allastaðni. Havi mangan hugsað, um starvsfólkini tá í tíðini høvdu havt fetmátara um beinini, tí langt var at ganga bara eftir einari vøru runt stóra skivuna. Skuldi tú keypa kjøt ella viðskera, skuldi tú upp gjøgnum einar trappur, har henda deildin var í tveimum. Øðrumegin keypti tú kjøt, fars og annað, hinumegin viðskera og ymisk salatir, sum eg síggi fyri mær. Eisini her var langt at ganga, tí tú skuldi niður gjøgnum tvær trappur, tá tú skuldi niður í slaktaríið. Pápi mín var arbeiðssamur, og hann dugdi nærum alt. Hann var vanligur krambakallur, men so fletti hann eisini seyð og neyt. Teir flettu seyðin og skutu neytini í kjallaranum, har Hans Jacob og tey búðu oman ímóti Kilarkanalini. Tað var dagur í viku, tá pápi okkara boðaði frá, at nú skuldi stórur tarvur skjótast, og vit ungu vóru skjót heim í Smæruna. Í 1967 doyr Hans Jacob, og pápi gjørdist stjóri í Smæruni. Mourits Rubeksen, sum var giftur Gudny, dóttur Hans Jacob, arbeiddi eisini í Smæruni. Mourits læt seinni upp møblahandil í Smæruni, sum var í ovastu hædd í bygninginum, og framsýningarhølini og goymsla vóru í bygningi hinumegin vegin, har Sjónvarp Føroya seinni eisini kom at halda til. Pápi okkara hevði serlig evni at umgangast fólk. Dugdi serliga væl við fólki, og hann segði mær einaferð, at hann ongantíð hevði sent eina rokning til sakførara. Nógv fólk høvdu bók og guldu eina ferð um mánaðin. Men onkuntíð var keypt ov nógv, og fólk megnaðu ikki at gjalda til tíðina. Tá gjørdi hann avtalu við hesi fólkini, har hann bað tey gjalda einar hundrað krónur meira um mánaðin næstu mánaðirnar, til skuldin var goldin. Hesar avalur hildu mest sum allar, segði pápi okkara. Stórur dagur var á Abbatrøð, tá Smyril kom úr Mykinesi við oksum. Síggi oksarnar standa bundnar á Molanum, og so at leiða oksarnar niðan í Smæruna. Seyður og oksar vóru næstan bara flettir eftir arbeiðstíð, tí hjálparmenn, sum høvdu annað arbeiði í býnum, komu í Smæruna at fletta. Um heystið kundi pápi okkara fletta til langt út á náttina, og so til arbeiðis morgunin eftir. Summir menn tummaðu, aðrir svævaðu, og uppaftur aðrir tóku burturúr og skivaðu. Minnist, at teir eina heystið flettu 2100 seyðir. Heilar gongur komu av bygd í Smæruna. Stór broyting fór fram í Smæruni í 1960-árunum, tí nú skuldi Smæran gerast sjálvtøkuhandil, tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Viðskiftafólkini ivaðust nógv, tí tey hildu, at vørur vórðu stolnar, men leiðslan í Smæruni sá gongdina í Danmark, tí har gjørdust vanligu gomlu handlarnir farin tíð. Hoyri eg orðið Smæran, hugsi eg mangan um pápa okkara. Hann hevði onga útbúgving av nøkrum slag, bara sjey ára fólkaskúla. Ikki var hann nakrantíð á nøkrum skeiði í eitt nú roknskapi ella leiðslu, men hann dugdi við fólki, og starvsfólkini vóru góð við Helge í Smæruni og hann við tey. Á kontórinum minnist eg sótu tvey fólk. Laura Højgaard og pápi mín. Síggi hann føra kassabók við sigarett í munninum. Laura gekk við rokningum og hjálpti til á kontórinum. Laura býr nú á Lágargarði og er farin um tey hundrað árini. Haldi, hon er 103 ár. Útbyggingin av Smæruni gekk væl, og nýggi sjálvtøkuhandilin fekk góðan byr. Men parkeringsumstøðurnar við Smæruna vóru ikki góðar, og tá SMS sá dagsins ljós, tapti Smæran kappingina um kundarnar. Pápi mín gavst í Smæruni í 1981 sum 68 ára gamal. Hansara lív var familjan, Smæran og fólkini á Abbatrøð. Tá pápi mín gavst í Smæruni í 1981, kom eg ikki nógv har uttan at vitja Oscar í Smæruni. Men so kom eg nøkur ár seinni at arbeiða í Sjónvarpi Føroya, har eg framleiddi ítróttasendingar saman við Árna Gregersen og Leivi Hansen. Tey í Sjónvarpinum varðveittu nakað av tí gamla í Smæruni. Millum annað flísarnar á vegginum í køkinum, har Smæran seldi viðskera og kjøt. Í pylsumakarínum í niðastu hædd helt húsavørðurin Øssur Hjalt til. Eg plagdi at skemta við, at har sum sjónvarpsfólkini vórðu smurd, áðrenn tey skuldu á skermin, hevði Smæran stóran hjall, har hundraðtals krov hingu til turkingar. Tíðirnar broytast. Sjónvarp Føroya er flutt niðan í Sortudíki, og Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Smæran helt til. Sum eg skilji á lagnum, ætla eisini tey at varðveita nakað av tí gamla frá Smæruni. Eg kann at enda nevna, at Hans Jacob Jacobsen stovnaði Bacalao saman við Esmar Fuglø og Poul Hansen. Smæran keypti nógv kjøt úr Íslandi, og mangan var eg við Poul í Skorini í frystarínum á Bacalao bæði við og eftir íslendskum seyðakroppum. Seinni bygdi Smæran stórt frystarí uppí Smæruna, sum seinni gjørdist partur av upptøkuhølunum hjá Sjónvarpi Føroya. Eitt slaktarí. Ein radiohandil. Ein banki. Ein kolonial og ein møbilhandil. Máling, dynamitt, heilivágur, pengar, elektriskar perur, grammofonplátur, appilsinir, reyðkál og medistarpylsa. Tað finst neyvan tann vøra, ið ikki onkuntíð er handlað í M. A. Winthersgøtu. Alt hetta, og nógv meira afturat. Og tað bert í tí partinum av gøtuni, og í teimum bygningum, har Sjónvarpið, og seinni Kringvarpið, húsaðist smá tríati ár. Og pínadoy vit høvdu tað stuttligt! Men eisini eitt sindur trist viðhvørt. Leysliga eftir Charles Dickens kundi verið sagt: Tað vóru tær bestu tíðirnar - tað vóru tær ringastu tíðirnar Tað var ein tíð við treysti - tað var ein tíð við mistreysti Tað var ljósins árstíð - tað var myrkursins árstíð Tað var vónarinnar vár - tað var vónbrotanna vetur Vit høvdu alt - vit høvdu onki Tað skerst ikki burtur, at mangan var buldrasligt í M. A. Winthersgøtu. Við upptúrum og við niðurtúrum. Hetta var ein tíð við stórum hendingum, ið skakaðu alt samfelagið í sínum grundvølli, og ein tíð við smáum hendingum, ið samansjóðaðu okkum so væl. Ein tíð við stuttligum, við syrgiligum, og við spennandi hendingum. Óteljandi eru minnini úr M. A. Winthersgøtu. Tey flestu av tí allar besta slagnum. Víst gingu aldurnar høgt onkuntíð, og brotini brutu í bæði borð. Og ja - vit sjabbaðust og skeldaðust eisini av og á. Men aloftast funnu vit skjótt aftur á slætt og dugdu at skemtast og flenna saman fyri tað. Tað var tá. KvF has left the building. Brendar eru brýr. Bygningar seldir. Tømdir. Hetta rann alt fram fyri mær, hendan dagin herfyri, tá ið eg - sum eri uppvaksin í grannalagnum, í ovara enda á Jónas Broncksgøtu - spákaði mær ein góðveðurstúr í gøtunum frá barndóminum. Kom framvið gamla arbeiðsplássinum, sum Starvsmannafelagið nú hevur keypt, og sum tey eru í ferð við at umbyggja. Úr kjallara upp á ovasta kvist. Eftir tekningunum at døma til eina glæsiliga borg. Borgin, haðani vunnin rættindi skulu verjast og nýggj vinnast. Mong ein kúgv er leidd av Kongabrúnni, niðan trappurnar og smølu gøturnar, til Smæruna. Slaktað á slaktarínum, og síðani pakkað í plastikk. Nú liggur Smæran sjálv har, sum ein nýslaktað kúgv, pakkað í plastikk. Alt rivið innanúr. Veggir, vindeygu, trappur, gólv. Alt, men ikki sálin. Kundi ikki bara mær, eg stóð uttan fyri hetta plastballaða monstrumið. Mátti draga plastdúkin til viks, kaga innum og líta aftur í tíð. Har sást langi diskurin, frá áðrenn sjálvtøkutíðina. Krambakallarnir handan diskin livnaðu upp aftur, um tó bert eitt lítið bil. Haldi so vist, onkur pumpaði petroleum. Kendi roykin. Seinni gjørdu nýmótans stálhillar við kaffi, konserves, Corn Flakes og vaskipulvuri í longum røðum innrás. Teimum á baki hvítir, brummandi køli- og frystidiskar. Nýggjar tíðir. Sjálvtøka. Í erva vóru aðrar hillar. Og reolir. Tær vóru til sølu. Har krónurt tú eisini alskyns aðrar møblar. Møblar úr mahogni, og møblar úr palisandur. Keypti mítt fyrsta møbil har. Eitt borð. Tað stendur framvegis í stovuni. Hendan sjáldsama sálin, sum bert heilt fáum, men eisini heilt serligum bygningum unnast at ognast. Og har, mitt millum hesi minnini, og mitt í hesum hurlumhey og rokan, har stóð hon. Sum hon altíð hevur staðið. Alla mína tíð. Sprelllivandi. Skínandi hvítu flisarnir á veggunum. Sermerkta glasveggin, ið býtir rúmið í tvey. Glashurðin við tí stóra runda hondtakinum. Barndómsins kjøthandil hjá Smæruni. Upp trappuna frá M. A. Winthersgøtu, og so til høgru. Og seinni í lívinum. Kantinan hjá sjónvarpinum. Hesin krumtappurin í sosiala lívinum á stovninum, har fólk hittust eina lítla, lætta, litríka løtu, drukku ein kaffimunn, prátaðu, flentu, og síðani væl gødd og væl lødd fóru aftur til verka. Áh, høvdu veggir kunna talað. Beint har. Í júst hasum rúminum. Millum hasar veggirnar. Har býr sálin. Hendan sjáldsama sálin, sum bert heilt fáum, men eisini heilt serligum bygningum unnast at ognast. Sálin, sum er sum kistan av kamfertræ, ið minnir um Hong Kong og Kina. Hon manar fram ljóð og sjónir. Beljan frá bivandi, bíðandi neytum. Vælvaksin veðrakrov, ið hanga á rað. Medistara í meturmál, og angan av alskyns kryddaríum. Men mest av øllum, og tað, ið setur tey djúpastu sporini tá samanum kemur, eru ekkóini frá fólkunum, ið hugagóð framdu sínar gerandis gerningar. Starvsfelagarnir. Og so søgurnar. Altíð søgurnar. Stórar, smáar, stuttligar, spennandi, skakandi søgur. Tí gleddi tað meg, og onkran av mínum góðu starvsfeløgum við, stórliga, at júst hetta rúmið hevur fingið frið og er varðveitt. Onkur lokkandi megi hevði eisini drigið hann innum plasttjaldið. Bara líka. Bara forvitnast. Rívið tit bara alt annað niður. Byggið upp, byggið um, byggið uppí. Men slaktið ikki slaktaríið. Tit, ið framyvir skulu starvast í nýumvældu bygningunum hjá Starvsmannafelagnum: Góða eydnu! Leggið aftur at ríku og væl kryddaðu søguni hjá M. A. Winthersgøtu. Handlið okkara rættindi væl. Og havið tað líka so stuttligt sum vit. Mennir okkum sum fakbólkur Tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir at standa saman í einum stórum fakfelag, men sum ein lítil fakbólkur í stóra høpinum kann vandi vera fyri at smokka burturímillum. At skipa fakbólkar innan felagið gevur okkum styrki og góðar møguleikar at menna fakliga partin, sum vit hava saknað, sigur Jórun Mørkøre, sum er ein av nevndarlimunum í fakbólkinum fyri laborantar, teknikarar og assistentar. Við sínum umleið 2.000 limum umboðar Starvsmannafelagið ein heilan hóp av ymiskum starvsbólkum, størri sum smærri, og tað gevur felagnum stórar avbjóðingar, at limirnir skulu kenna seg aftur í stóru limafjøldini. Felagið ásannaði, at tørvur var á at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri limirnar og bjóðaði tí limum á teimum ymisku starvsøkjunum at skipa seg í fakbólkar. Endamálið við fakbólkunum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Síðani eru fleiri fakbólkar stovnaðir. Ein teirra er bólkurin, sum umboðar laborantar, teknikarar og assistentar. Útvið 40 starvsfólk virka á hesum økjum, millum annað á Heilsaufrøðiligu Starvsstovuni, Havstovuni, Apotekinum og á Fróðskaparsetrinum. Útbúgvingarmøguleikar Jórun Mørkøre sigur, at eftir at bólkurin hevði skipað seg við nevnd, ásett limagjald og annars tað sum formliga skuldi til, hava limirnir greitt frá, hvørjum bólkurin skal arbeiða við. Ynskini vóru púra greið. At kanna møguleikarnar fyri framhaldandi útbúgvingum, og hvørjar møguleikar fólk hava at dagføra sína útbúgving. Somuleiðis um møguleikar at uppstiga verandi útbúgving til bachelorstøði. Harafturat hvørjir møguleikarnir eru at nema sær viðkomandi útbúgvingar í Føroyum. Annaðhvørt ella partvíst sum fjarlestur, ella at lærarar koma higar at undirvísa. Í tí sambandi høvdu tey eisini boðið Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni við á fund, sum eisini vísti seg at vera gott hugskot, tí hann hevði nógv at greiða teimum frá. Trygging og eftirløn Hóast fólk í fleiri ár hava rindað til trygging og eftirløn, vísir tað seg, at fólk kenna seg ikki nóg væl kunnað um hesi viðurskifti, og vórðu hesi evni sett á skrá á øðrum limafundi. Har greiddu John Kjær og umboð fyri LÍV frá tryggingum og eftirløn, sum Starvsmannafelagið hevur avtalur um, og hesum høvdu tey, sum vóru við, stóran áhuga fyri. Jórun sær fyri sær fleiri møguleikar við fakbólkinum, millum annað at fáa samband uttan fyri landoddarnar, ikki minst við viðkomandi fakfeløg. Eitt ávíst samband við HK-STAT hevði verið rættiliga natúrligt, har danskir laborantar eru limir. Hon sær eisini fyri sær møguleikan, at fleiri fakbólkar eru saman um onkur tiltøk, sum ikki eru so fakbundin, men hava áhuga út um faklig mørk. Vit hava nú fingið nakrar møguleikar frá felagnum, sum vit hava fingið allan stuðul frá, og sum vit eru takksom fyri. Nú er tað upp til okkum sjálv at gagnnýta teir, og tað ætla vit okkum eisini at gera, sigur Jórun Mørkøre. Bygnaðurin Fyri nøkrum árum síðani fóru vit í felagnum undir at gera eina bólking av limum okkara í fakbólkar. Arbeiðið við hesum hevur tikið langa tíð og hevur verið avbjóðandi fyri tey, sum tóku sær av hesum. Tað er tó meira ella minni komið undir land; nakrir fakbólkar eru settir við nevndum og eru farnir í gongd við sítt virksemi. Tó eru hesir aktivu bólkar sera fáir. Vit hoyra lítið frá limunum sum heild í sambandi við fakbólkarnar. Visiónin aftanfyri fakbólkarnar er, at vit skulu taka okkum meira av teimum einstøku fakunum, sum eru umboðað í limaskaranum í Starvsmannafelagnum. Felagið er jú ein stór blanding við yvir 300 ymiskum starvsheitum, so tað hevur verið ringt at fáa fokus á fakligheit í felagsarbeiðinum. Við fakbólkunum skuldi hetta fáast í rættlag. Hildu vit. Aftan á, at bólkingin er komin nøkulunda upp á pláss, og vit hava hjálpt bólkunum í gongd, so er tó lítil aktivitetur at síggja í hesum høpi. Eg eri farin at ivast í, um vit hava yvirmett tørvin á hesari bólking. Ella kanska hava vit gjørt okkurt skeivt í arbeiðinum við at seta fokus á fakligheit. Íblásturin til bólkingina kom frá okkara grannalondum, har tey hava stórar paraply-organisatiónir, sum eru býttar upp í minni eindir, har fakligheitin kann dyrkast. Hetta hava vit roynt at flutt til okkara felag, men nokk ikki lagað tað til okkara viðurskifti. Støðan er tann, at nógv av okkara starvsheitum og fakum eru umboðað av nøkrum heilt fáum limum í felagnum. Fyri at fáa bólkar av brúkiligari stødd hava vit bólkað fak saman, sum vit hildu líktust. Men eg skal viðganga, at tað var bestemt ikki altíð, at fakini, sum vóru í sama bólki, høvdu so nógv við hvørt annað at gera. Tí hava hesir bólkar nokk eisini ilt við at síggja brúkiligheitina av bólkinum. Har er ov lítið at vera felags um, tá tað kemur til fakligheit. Hinvegin nyttar tað heldur ikki at stovna bólkar við tveimum ella fimm limum, tí tá verður ov lítið at arbeiða við. Hvat er so loysnin upp á trupulleikan? Hvussu fáa vit sett fokus á fakligheit, tá fakini ofta bert eru umboðað av sera fáum limum? Halda limirnir yvirhøvur, at brúk er fyri hesum? Tá eitt tílíkt projekt ikki eydnast so væl, sum man hevði ynskt sær, so eru nógvir spurningar, sum stinga seg upp. Vit gjørdu ikki nakra tørvskanning millum limirnar, áðrenn vit settu arbeiðið í gongd. Hetta var nakað, sum vit hildu, tørvur var á, og sum kundi koma limunum til góðar. Tað haldi eg bestemt enn, at tað er. Eisini er hetta ein góður háttur hjá felagnum at skráseta limir, so mann veit, hvat fak- og áhugaøkini hjá limunum eru. Enn arbeiða vit við at stovna fakbólkar og fáa nevndir at skipa seg í teimum. Hetta arbeiðið heldur á, og so verður tað upp til limirnar at fylla karmarnar út. Felagið stuðlar bæði við ráðgeving, pengum og hølum, so umstøðurnar hjá bólkunum at fara til verka eru so góðar sum gjørligt. Vit mugu gera eina eftirmeting av hesum arbeiðinum og taka tað upp á aðalfundinum, har limirnir kunnu siga sína meining um projektið. Tað var tann tíð, at tað vóru tey, sum ógvuðust, og onkur eisini ilskaðist, at hoyra harðan tónleik aftur við Orminum Langa, og bóru ótta fyri, at hetta nýggja fór at forkoma siðbundnu kvæðamentanini, men hesin óttin má sigast at hava verið ógrundaður. Pól Arni Holm, sum tá var sangari í tungmálmsbólkinum TÝR, sigur seg skilja, at onkur hevur verið eitt sindur ivasamur at hoyra gomul kvæði framførd á hendan hátt. At hoyra rokktónleik aftur við kvæðunum var ikki vanligt, og hugsa vit um, hvussu mikið kvæðini hava verið og framvegis eru millum fólk, - heilag kunnu vit siga, so var tað ikki so løgið. Kvæðini høvdu ein serligan status, sum man ikki pilkar við, men eg haldi ikki, at nakar er ivasamur í dag. Við hesum taka vit einki frá kvæðunum ella dansinum, men kanska heldur leggja afturat, og kann hetta hava við sær øktan áhuga millum serliga børn og ung, so ongantíð betri, sigur Pól Arni, sum heldur, at hetta er eisini ein lagaligur máti hjá teimum ungu at koma at kenna eitt sindur meira til føroyska søgu. Pól Arni er fløguaktuellur. Ikki við TÝR longur, men saman við øðrum góðum tónleikarum, men stílurin er at kalla hin sami. Fólkarokkur er mín tónleikur, og eg eri í so máta ærligur og trúgvur móti mær sjálvum, tí tað sum eg framføri, kemur innanífrá, sigur Pól Arni, sum - sjálvandi gomlu kvæðaløgini undantikin - sjálvur hevur hini løgini á fløguni eins og tekstin. Stórur áhugi fyri søgu Søga hevur altíð havt hansara stóra áhuga. Pól Arni greiðir frá, at hann, líka síðani hann var so frægur, at hann dugdi at lesa, leitaði sær alt lesandi upp, sum hann kundi fáa hendur á, og serliga var tað - og er tað framvegis - søga, sum hevur fangað áhugan. Tess meira tú lesur, tess fleiri spurningar setir tú tær, og tí kanst tú ikki gevast, tí tað gerst alt meira spennandi, tess longri tú grevur teg niður í lesnaðin. Sama er við áhuganum fyri tónleiki. Hann byrjaði at spæla til dans, tá hann var 16 ára gamal. Kann mann kombinera tónleikin við sang um tað, sum størsti áhugi er fyri, gevur tað rættiliga meining, sigur Pól Arni. Fornfrøðingur Áhugin liggur tó ikki bert í at grava í søguni, men eisini eftir gomlum og søguligum lutum í moldini. Soleiðis at skilja, at Pól Arni er útbúgvin fornfrøðingur, og hansara stóra ynski er at fáa møguleika til at nýta sína útbúgving í Føroyum. Hesa útbúgving byrjaði hann í Danmark sum 22 ára gamal, men gavst í hálvum gekki. Eftir at hann var heimafturkomin og hevði nomið sær útbúgving sum bygningssnikkari, leitaði hann sær aftur á blóðið, og fullførdi útbúgvingina sum fornfrøðingur. Ongantíð betri, um hann fekk arbeiði í nærumhvørvinum, og tað vónar hann, at møguleiki verður fyri, nú Fornminnissavnið næsta ár hevur í hyggju at gera ein útgrevstur á Krambatanga, har leivdir úr 1600-talinum vóru funnar. Tað var í sambandi við, at maður fór at grava út fyri eini neystagrund á staðnum, at hann kom fram á leivdir, sum serfrøðingar fingu áhuga í at kanna nærri. Gomul siðvenja Tað er ikki at taka seg aftur í, at føroyingar eru musikalskir, heldur Pól Arni, og tað kemur helst av aldagamlari siðvenju, bæði á verðsliga og andaliga økinum, frá føroyska dansinum, vísum og kvæðum, eins og í kirkjum og samkomum. Spurdur um framtíðarætlanir, dregur hann eitt sindur á, ikki óhugsandi, sigur Pól Arni ógvuliga varin, men aftan fyri varligu orðini eru ikki so fáar ætlanir at hóma. Takk. Tað er ein serlig sorgblíð kensla at vita, at dagarnir sum forkvinna skjótt eru taldir. Eg eri takksom fyri at hava átt hendan framíhjárætt í átta ár. At hava fingið álitið litið til. Starvið, samstarvið, upplivingar, avbjóðingar og knýttu bondini hava lært meg nógv og eru mær virðismikil. Tíðin er eitt sjáldsamt fyribrigdi. At tað longu eru 8 ár síðani, er torført at fata. 8 ár ganga ómetaliga skjótt, tá vit hyggja aftur í tíðina og tykist sum long løta, tá vit hugsa frameftir. 2024 er fjart og ókent - tó eru bert 8 ár til vit skriva 2024, um vit hava lív og heilsuna og Guð vil, sum tey gomlu lærdu okkum. Takk mínir dugnaligu starvsfelagar í umsiting okkara, ið hvønn dag leggja nógv fyri at tæna limunum á bestan hátt. Tit eru gull verd. Takk allir tit nevndarlimir, ið eg havi verið so heppin at samstarva við hesi árini. Øll hava tikið við ábyrgdini til tess at virka fyri bestu korum og sømdum fyri limirnar - og tað er alla æru vert. Takk tit ráðgevar, ið altíð eru beinasamir at heita á og veita limunum eina góða tænastu. Og tit áhugafeløg, fakbólkar, nevndir og feløg, ið knýtt eru at okkara felag eiga somu tøkkina. Hjartans tøkk øll tit álitisfólk. Tit eru mergurin, hornasteinurin, í okkara felagsskapi og tykkara arbeiði hevur ómissandi týdning fyri limir felagsins. Og takk allir tit limir. Tit eru Starvsmannafelagið. Uttan limir onki felag og tað er tykkum fyri at takka, at Starvsmannafelagið er eitt virkið og sterkt felag. Saman eru vit sterkari, og saman ert tú sterkari. Eg takki eisini øllum okkara góðu starvsfeløgum í Fakfelagssamstarvinum og hinum fakfeløgunum, bæði innan og uttanlands. Vit samstarva og taka tøk saman, og gera tí enn størri mun. Saman vinna vit framá leið og gera framtíðina bjartari. Starvsmannafelagið stendur mínum hjarta nær, og eg fari altíð at vera góð við okkara felag. Fari altíð at hava áhuga fyri, hvat er á breddanum og at tað gongur Starvsmannafelagnum væl eins og føroysku fakfelagsrørsluni sum heild. Ein skipaður arbeiðsmarknaður, bæði á arbeiðstakara- og á arbeiðsgevarasíðu, borgar fyri tryggleika og framburði. Umráðandi er at geva sáttmálapørtunum og politiska myndugleikanum konstruktivt viðspæli og mótspæl. Samskiftið, dialogurin, við okkara sáttmálapartar er altavgerandi skulu mál og tvístøður loysast og avtalur fáast í lag. Tað er týdningarmikið, tað samskiftið vit hava og hava havt við arbeiðsgevarasíðuna, herundir eisini leiðslurnar. Felags átøk hava vit havt, mong áhugaverd kjak, semjur og ósemjur og í flestu førum hava vit megnað at funnið gagnligar loysnir. Bæði semjur og ósemjur flyta okkum framá. Eg eri somuleiðis takksom fyri at eiga hesar royndir og sambond í ryggsekkinum. Míni góðu familju og vinum takki eg eisini hjartaliga. Stuðul, tolni og eggjan eru neyðug, skal tað vera gjørligt at røkja slíkt starv í fleiri ár. Eg eri heppin. Eg fari at enda at ynskja tykkum og okkum øllum eina trygga, bjarta framtíð og at vit minnast til at vera móti øðrum, sum vit ynskja at onnur skulu vera móti okkum. Umframt at røkja vanligu farleiðirnar, hevði Atlantic Airways í 2008 stórt virksemi á øðrum farleiðum, og søktu tí eftir fleiri flogternum. Helena søkti og fekk starv. Fyrsta stigið var í skúla í Esbjerg og síðani starvsvenjing sum eyka flogterna á flogi, og eftir eina ávísa tíð við starvsroyndum, varð hon góðkend sum ein partur av manningini. Tað munnu vera tey fægstu ferðafólk, sum ikki hava nakað av firvaldum í búkinum, og kanna dúgliga veðurlíkindini, tá ein flogferð er fyri framman, men tað hugsar Helena als ikki um. Tað er sum tá vit onnur fara í bussin. Nei, eg eri ongantíð bangin at fara á flog, heldur ikki um veðrið er ólagaligt, og tað hevði heldur ikki riggað sum flogterna. Fer flogfarið at røra eitt sindur upp á seg, verða eyguni á ferðafólki fyrst og fremst vend móti okkum, og tá ræður um at vera róligur, sigur Helena. Trygdin fremst Ivaleyst eru fólk sum halda, at fremsta uppgávan hjá flogternunum er at borðreiða við matpakkanum og onkrum afturvið, men so er ikki, greiðir Helena frá. Tað sum útbúgvingin fyrst og fremst snýr seg um, er trygdin. Hendir okkurt óvæntað, so fólk skulu úr flogfarinum, uttan mun til hvar tað er, so er tað okkara uppgáva at síggja til, at tað hendir so skjótt og trygt sum gjørligt. Vit hava útbúgving í og venja javnan hvussu vit skulu handfara allar hugsandi støður. Hóast flúgvitúrurin eitt nú til Danmarkar ikki er drúgvari enn einar tveir tímar, kann so mangt koma fyri. Tað kemur sjálvandi eisini fyri, at fólk kunnu gerast ússalig av einhvørjari orsøk. Kann vera eldri fólk, onkur kanska bangin fyri at flúgva og hjá onkrum hevur kvøldið fyri ein morguntúr verið heldur lívligt, og eru tí ikki so væl fyri. Tá er gott at vita hvussu ein tílík støða skal handfarast. Somuleiðis flyta vit nógvar sjúklingar til viðgerðar uttanlands. At hava eina útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ger tað tá ikki verri, sigur Helena sum leggur aftrat, at samlaða myndin av ferðafólki er, at tey eru sera fitt og lagalig, og tað kemur næstan ikki fyri at fólk gerast ólátað. Flogternurnar fáa ofta góð orð frá ikki minst útlendskum ferðafólki sum takk fyri góða tænastu og at tey so harafturat fáa ókeypis at eta og drekka er fyri tey óhoyrt aðrastaðni. Ymiskir dagar Helena greiðir frá, at arbeiði sum flogterna er rættiliga øðrvísi enn flestu onnur starvsøki. Hóast tað ikki er kropsliga strævið, so eru mangan drúgvir dagar, upp í hálvanfjúrtandi tíma. Ikki ber til at fara í kantinuna at sleppa av eina løtu, men tú skal vera á alla tíðina. Rættiliga skiftandi arbeiðstíðir, kvøld, nátt, vikuskifti og høgtíðir, men hetta er jú ein partur av arbeiðinum. Men hetta er eisini eitt sera spennandi arbeiði við nógvum og ymiskum upplivingum, og tú kemur í samband við einum hópi av fólki. Umframt vanligu flúgvingina millum norðurlond gera vit túrar til Barcelona, Mallorca og Kreta umframt ymiskar leigutúrar. Ein uppliving í sær sjálvum er at koma úr kuldanum og lenda fáar tímar eftir í nógvum hita og bakandi sól. Súlan Fyrstu mongu árini høvdu føroysku flogternurnar einki fakfelag at halda seg til. Tvær av flogternunum umboðaðu hinar í sambandi við samráðingar, men tá talið av flogternum, fyri umleið tíggju árum síðani øktist munandi, tóku tær seg saman og stovnaðu Súluna, sum gjørdist teirra fakfelag. Bæði seinastu árini hevur Helena verið forkvinna felagsins. Hon greiðir frá, at tey virkaðu sum onnur fak- felag á privata arbeiðsmarknaðinum og høvdu sínar sáttmálasamráðingar við Vinnuhúsið, sum umboðaði Atlantic. Málini vóru sum hjá øðrum feløgum um lønarviðurskifti og ymisk arbeiðsviðurskifti. Í dag eru 23 flogternur í føstum starvi og harafturat fleiri sum arbeiða sum flogternur og flogtænarar, og komu nú eftir, at frægast mundi vera at kasta saman við øðrum fakfelag, sum natúrliga gjørdist Starvsmannafelagið, har tær gjørdust limir í januar mánað í ár. Helena heldur, at tað var rætt avgerð, so nú verður Súlan sjálvstøðugur fakbólkur innan karmarnar hjá Starvsmannafelagnum, sum 1. november í ár fer at taka sær av næstu sáttmálasamráðingunum hjá føroysku flogternunum. Helena leggur staðiliga dent á, at tey hava eitt avbera gott samskifti sín arbeiðsgevara og at Atlantic Airways er eitt gott arbeiðspláss, við góðum og dugnaligum starvsfólki. Fakfeløg leggja saman Fakfelagið hjá kabinustarvsfólkunum hjá Atlantic Airways og Starvsmannafelagið hava avgjørt at leggja saman. Samanleggingaravtalan varð herfyri undirskrivað í hølum Starvsmannafelagsins. Súlan, sum hevur verið fakfelag hjá kabinustarvsfólkunum í føroyska flogfelagnum - tað sum vit best kenna sum flogternur - samtykti á eykaaðalfundi at leggja felagið saman við Starvsmannafelagnum, og hesum tók nevndin í Starvsmannafelagnum væl undir við og samtykti somuleiðis at taka undir við ynskjunum frá Súluni. Í báðum førum vóru samtyktirnar einmæltar. Samanleggingin fekk virknað frá 8. januar. Ítøkiliga merkir samanleggingin, at feløgini ganga saman undir millum annað navninum og reglunum hjá Starvsmannafelagnum. Tey áleið 30 kabinustarvsfólkini, sum hava verið limir í Súluni, eru nú limir í Starvsmannafelagnum við fullum limarættindum og limaskyldum. Nevndin í Súlunum fer frá, men heldur kortini fram sum fakbólkur í Starvsmannafelagnum, sum frammanundan hevur fleiri slíkar fakbólkar, og nevndin í Starvsmannafelagnum heldur fram sum áður. Súlan hevur sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsmannafelagið hevur nú yvirtikið tað formliga sáttmálaræði mótvegis Føroya Arbeiðsgevarafelag. Galdandi sáttmáli hjá Súluni fer úr gildi 1. november í ár. Nýggjur sáttmáli við KAF Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava gjørt nýggjan 2-ára sáttmála fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum, SEV og IRF. Sáttmálin er á sama stigi sum semjan við Fíggjarmálaráðið og byggir á ein karm á 4,15 prosent yvir tvey ár. Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. Karmurin er tann sami sum í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið fyri sama tíðarskeið og lønarhækkingin fyrra árið er 1,71 % og seinna árið 1,9 %. Nakrir starvsbólkar verða umflokkaðir. Eins og í sáttmálanum við landið er nú eisini staðfest í sáttmálanum við KAF, at hægra vaktargjaldið fyri at arbeiða um vikuskifti er galdandi fyri tíðarskeiðið frá kl. 17.00 fríggjadag til kl. 07.00 mánamorgun. Í semjuni eru millum annað eisini avtalur, sum skulu menna arbeiðsumhvørvið og tryggja at fakliga førleikamenningin verður umsett til veruleika. Somuleiðis er avtala gjørd um hvussu arbeiðssteðgur skal fráboðast og við hvørji freist. Aðrar tillagingar eru eisini, sum samsvara við broytingarnar, sum vórðu gjørdar í sáttmálan við Fíggjarmálaráðið fyrr í vetur. Vit eru politisk, men ikki partapolitisk Sum fakfelag hava vit eina samfelagsskyldu at gera okkara ávirkan galdandi mótvegis politiska myndugleikanum, soleiðis at hann virkar fyri at bøta um korini hjá løntakarafjøldini og borgarum sum heild, sigur Selma Ellingsgaard, sum nú leggur frá sær eftir átta ár sum forkvinna í Starvsmannafelagnum. Hesi átta árini hava verið góð, spennandi, avbjóðandi og lærurík. At taka við eftir undanfarna formann, Gunnleiv Dalsgarð og so sjálv standa á odda fyri einum av landsins størstu fakfeløgum, størsta á almenna arbeiðsmarknaðinum, kendist sum ein serlig ábyrgd og viðurkenning, tá eg tók við í 2008. Eitt starv, sum er rættiliga nógv øðrvísi enn onnur størv. Tú gerst skjótt so at siga ein almennur persónur í okkara lítla samfelag, og starvið krevur, at tú altíð ert til taks. Eitt fulltíðar starv og nakað væl afturat, men hesum havi eg trivist væl í og roynt at gjørt mítt ítasta, við dyggari umsiting afturat mær, sigur Selma. Hon sigur samstundis, at hon hevur verið fegin um at havt sína útbúgving sum sosialráðgevi í skjáttuni. Tað snýr seg um menniskju, teirra lív, størv, gerandisdag og trivna og eg havi hvønn dag kunna gagnnýtt mínar fakligu førleikar eins væl og teir persónligu. Umframt eisini fingið høvi at ment førleikarnar - og tað eri eg takksom fyri. Avbjóðandi byrjan Selma tók við í mars mánaði 2008, og longu á heysti hetta sama árið byrjaði stóra fíggjarkreppan har millum annað íslendska bankakervið rapaði, og kreppan setti síni spor í øllum fíggjarheiminum. Tað hevði eisini sínar avleiðingar her hjá okkum, tó at Selma metir, at vit her heima ikki vórðu rakt á sama hátt, men eisini brúktu óttan og fylgdu útheiminum og skerjingar tí vórðu framdar, ið ikki áttu at verið framdar. Stutt eftir, eg varð vald, spurdi ein miðil: Hvat er tað ringasta tú kann ímynda tær, sum forkvinna? Eg svaraði, at tað var, um fólk mistu síni størv. Tíverri bleiv hetta ein veruleiki fyri fleiri av okkara limum. Dugnalig og trúgv starvsfólk, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, mistu síni størv við teimum stóru avleiðingum tað hevur. Bæði fyri tann einstaka, familjuna og samfelagið alt. Vit gjørdu okkara ítasta at greiða myndugleikunum frá, hvussu meint tílíkar skerjingar raka millum annað fyri at fyribyrgja hesum skerjingum. Tíverri tóku myndugleikarnir ikki nóg stór atlit. Heldur hava vit sæð, at tað almenna skuldi veita somu tænastur við færri fólki og lægri játtanum, og tað merkir, alt annað líka, at tey eftirverandi skulu renna enn skjótari. Men mark er eisini fyri, hvat fólk megna. Skulu vit hava eitt framkomið og vælvirkandi samfelag, so er neyðugt við einum sterkum almennum geira. Hann er krumtappurin í einum vælferðarsamfelag, sigur forkvinnan. Kanningar viðvíkjandi strongd og trivnaði, ið vit hava gjørt seinnu árini, vísa, at tað gongur sjón fyri søgn; tað ber ikki til at fáa meira fyri minni - og ei heldur tað sama fyri minni. Hetta bítur seg sjálvan í halan. Tí hava vit lagt orku í at varpa ljós á avleiðingarnar og sálarliga arbeiðsumhvørvið, sigur Selma. Hon fegnast um, at tað er eydnast at ávirka politiska myndugleikan, so politikarar hava fingið eyguni upp fyri hesum álvarsmáli og nú taka tað í álvara og eittnú hava sett pening av til at uppraðfesta Arbeiðseftirlitið við einum sálarfrøðingi. Og alneyðugt er eisini, at mantraið meira fyri minni verður manað í jørðina. Eitt virðiligt og konstruktivt samskiftið og samstarv við arbeiðsgevarasíðuna er eisini neyðugt, skalt tú tryggja limunum so góðar sømdir sum tilber. At duga at vera siðiliga ósamdur og leggja doyðin á at loysa tvístøður og finna loysnir, er neyðugt og ein dygd í okkara arbeiði, leggur Selma afturat. Førleikamenning At starvsfólk fáa møguleikar at førleikamenna seg, stendur ovarliga á skránni hjá Starvsmannafelagnum. Og tað heldur forkvinnan hava alstóran týdning. Heimurin er í støðugari broyting og við tí eisini arbeiðsuppgávurnar. Tí er tað sera týdningarmikið, at starvsfólk eiga rættin at menna seg, og brúka hann, soleiðis at tey eru best møguliga fyri at røkja sínar dagligu uppgávur og eisini kunnu átaka sær aðrar og øðrvísi uppgávur. At tryggja at limirnir ikki verða afturúrsilgdir er sera umráðandi. Vit hava havt føgur orð um strategiska førleikamenning í sáttmálanum. Tó hevur verið ov tilvildarligt um starvsfólkini hava fingið henda rættin, sum jú eisini eigur at vera stórt aktiv fyri arbeiðsgevaran. Í semjunum, gjørdar í heyst, hava partarnir avtalað, at nú skal nakað munagott gerast. Partarnir skulu regluliga eftirmeta, um avtalan um strategiska førleikamenning virkar eftir ætlan. Hetta er ein týdningarmikil avtala, sum peikar frameftir og veruliga fer at gagna limum felagsins, og samfelagnum sum heild. Ein samfelagsskylda Umframt tær siðbundnu og sjálvsøgdu fakfelagsuppgávurnar, at virka fyri at limir felagsins eiga so góðar lønarsømdir og umstøður á arbeiðsplássinum sum gjørligt, holla ráðgeving og stuðul til limirnar, tá og so skjótt tað er neyðugt, umframt aðrar tænastur vit veita, hevur felagið eisini altíð gjørt vart við seg í sambandi við ymisk samfelagsviðurskifti. Tað er eisini ein sera týðandi partur av felagsins virksemi, heldur forkvinnan. Sum fakfelag kenna vit á okkum eina samfelagsskyldu at gera okkara til at ávirka politiska myndugleikan at taka atlit til, at korini hjá limum okkara og løntakaranum sum heild gerast so góð sum til ber, og vit hava tí bæði formligt og óformligt samskifti við politiska myndugleikan. Vit leggja stóran dent á at vera konstruktiv, tí vit vilja hava nakað konstruktivt burturúr. Tá kemur tú longst. Eingin skal ivast. Vit eru politisk, men ikki partapolitisk, leggur Selma dent á. Fjøltáttað og sermerkt Í mun til onnur fakfeløg, sum umboða limir innan eitt ávíst fakøki, er Starvsmannafelagið øðrvísi og umboðar sera mong ymisk øki á almenna arbeiðsmarknaðinum eins og nøkur á tí privata. Tí er felagið eisini meira at samanlíkna við eitt meginfelag. Vit eru tað fakfelagið, sum umboðar nógv flestu fakbólkar í Føroyum. Vit fevna alt landið, og hetta fjølbroytni hevur sjálvandi eisini serligar avbjóðingar við sær. Eitt hitt týdningarmesta í tí sambandi er, at vit hava eina dygga álitisfólkaskipan, sum er beinagrindin í felagnum við dugnaligum álitisfólkum, sum eisini eru við til at røkja fakliga partin. Í mong ár hava nøkur vælvirkandi áhugafeløg verið partur av Starvsmannafelagnum. Vegna tess, at felagið er so stórt og breitt, fór felagið fyri nøkrum árum síðani undir arbeiðið at skipa ymiskar fakbólkar, eftir tí leisti áhugafeløgini eru skipað. Ein skipan, sum vit alla tíðina eiga at menna, soleiðis at vit kunnu taka størri atlit til fakliga partin hjá okkara limum, sigur Selma. Hon metir eisini vitjanirnar kring landið, sum hol varð sett á í 2009, vera sera týdningarmiklar í samansjóðingarhøpi, at limirnir kenna seg sum part av felagnum og minka um frástøðuna millum nevnd, umsiting og einstaka limin. At nevnd og umsiting møta limunum á teirra arbeiðsplássum, og soleiðis kunnu minka um fjarstøðuna og fáa nærri innlit, er eitt gott og neyðugt átak. Altíð verða vit væl móttikin og limirnir hava tikið væl undir við hesum vitjanum. Vit hava gjørt hetta til afturvendandi átak og umráðandi er at halda fast í hesum framyvir. Eisini góða norðurlendska samstarvið, ið vit hava, er ómissandi. Tað er sera týdningarmikið fyri okkara menning at víðka sjónarringin og at londini læra hvør av øðrum, limunum at gagni. Fakfelagssamstarv Hóast fakfeløgini kunnu vera rættiliga ymisk í mun til limaskaran, heldur forkvinnan í Starvsmannafelagnum, at hesi hava øll nógv tey kunnu vera felags og standa saman um. Í Fakfelagssamstarvinum eru, saman við Starvsmannafelagnum, í dag Akademikarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Lærarafelagið og Pedagogfelagið. Regluliga hittast feløgini til fundar, har viðgjørd verða mong ymisk mál av felags áhuga og felags átøk verða løgd til rættis. Selma minnir á, at hesi feløgini umboða ikki færri enn eini 7000 limir. Fakfelagssamstarvið er týðandi fyri føroysku fakfelagsrørsluna, og feløgini hava eisini júst samtykt at styrkja samstarvið og fara at seta ráðgeva í fast starv í næstum. Hetta er gleðiligt og litið verður frameftir, sigur Selma og leggur dent á, at tað ræður um at nýta bæði fíggjarligu og menniskjaligu orkuna sum best, øllum at gagni. Gevst eftir átta árum Leygardagin 5. mars verður vaktarskifti á brúnni hjá Starvsmannafelagnum. Tá takkar Selma fyri seg eftir átta árum á fremstu rók felagsins. Varð eg afturvald, kundi eg í mesta lagi sitið í fýra ár afturat, sum lóg felagsins sigur, og eg havi hugsað meg væl um og leingi. Av tí eg veit, at tað er ein deadline um fýra ár, og eg nú eri 44, haldi eg, at hetta er rætta løtan. Avgerðin er tikin. Var eg 63 ára gomul, hevði eg ikki ivast í at stilla uppaftur. Tað er við sorgblídni, eg havi tikið hesa avgerð og samstundis eisini við stórum takksemi, sigur Selma Ellingsgaard, sum nú fer aftur í starv hjá Tórshavnar kommunu, har hon byrjaði sína sosialráðgeva starvstíð fyri 20 árum síðani, eftir lokna útbúgving í Aarhus á sumri 1996. Inngangur Í ár eru fimmtifimm ár liðin, síðani Starvsmannafelagið varð sett á stovn. So felag okkara hevur hálvrundan stovningardag í ár. Aðalfundur felagsins verður hildin leygardagin 5. mars, og Norðurlandahúsið verður karmur um fundin. Nakrar ferðir áður hava vit hildið fundin í vakra og sermerkta Norðurlandahúsinum. Ársfrágreiðingin lýsir gongdina farna árið og ymsar tættir av virksemi felagsins. Eins og undanfarin ár hevur eisini farna árið havt nógv at bjóða. Áhugavert og kveikjandi, og vit takka fyri árið, ið er lagt aftur at goymsluni. Vit líta frameftir í teirri vón, at 2016 verður eitt gott og lívgandi ár, og vit vita, at nýggir møguleikar og spennandi avbjóðingar eru fyri framman. Sum siðvenja hevur verið á aðalfundum felagsins, so verður eisini gestur við á fundinum í ár. Vit hava bjóðað landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, at røða fyri okkum og hava heitt á hana at umrøða mál, ið eru aktuell og viðkomandi fyri føroysku arbeiðstakararnar. Vit fegnast um, at Kristina Háfoss hevur játtað at verða gestur okkara, og áhugavert verður at frætta, hvørji mál hon fer at seta á breddan. Í ár verða spennandi val á skránni. Stríðsval verður um bæði formanssessin og um nevndarsessirnar, og vit vóna sjálvsagt, at mong møta til aðalfundar at gera sína ávirkan galdandi. Eisini er gjørligt at atkvøða undan aðalfundinum, og fyri fyrstu ferð verður tað á netinum, at atkvøðast kann. Hetta ynskja vit tó ikki fær fólk at setast aftur, tí hóast tú hevur atkvøtt frammanundan, ynskja vit so sanniliga, at tú eisini møtir á fundinum, sum er hægsta vald felagsins. Antin Niels á Reynatúgvu ella Súni Selfoss fer at taka við sum formaður, nú Selma Ellingsgaard hevur avgjørt ikki at stilla uppaftur eftir átta ár sum forkvinna fyri felagið. Tann av teimum báðum, ið verður valdur til formann, verður valdur fyri eitt fýra ára skeið. Tveir nevndarlimir skulu eisini veljast, og heili seks fólk bjóða sær at taka við hesi ábyrgd. Tey eru Alma Hansen, Gunnar Hjelm, Harald H. Haraldsen, Hilmar Augustinussen, Jóngerð Simonsen og Karin Jacobsen. Nevndarlimir verða valdir fyri eitt trý ára skeið. Tað er sjáldan, og kanska fyrstu ferð, at so mong stilla upp til nevndarsessirnar. Og tað er hugaligt, at áhugin er so stórur. Valevnini hava valgreinar her í Starvsblaðnum, og ynskja vit teimum øllum góða eydnu og takka fyri, at tey ynskja at taka við tí ábyrgd, tað er at ganga undan og umboða okkara fakfelag. Hjartaliga vælkomin til 55. aðalfund felagsins, og vit vóna, at mong leita sær í Norðurlandahúsið seinnapartin 5. mars. Alemennar viðmerkingar Farna árið hevur mangt verið á breddanum, og í Starvsbløðunum, á heimasíðu okkara og á okkara Facebook-vanga hava vit greinað og lýst mangar tættir, viðurskifti og mál, vit hava tikið lut í, og sum rørist millum limir felagsins og millum manna sum heild. Her liggur virðismikil kunning, ið altíð ber til at leita framaftur. Eitt, sum sermerkti farna árið, var sólarmyrkingin í mars. Hon var ein uppliving fyri lívið, og mong vóru ferðafólkini, ið høvdu leitað sær til okkara vakra oyggjaland at uppliva hetta náttúrunnar undur og okkara serstøku oyggjar. Okkara ferðavinna menninst og at hon eigur góðar sømdir er umráðandi. Hon er ein týðandi liður í at styrkja okkara inntøkugrundarlag og fjálga vit um hana, fær hon enn størri týdning framyvir. 2015 hevur verið bæði samráðingarár og valár her heima. Eitt brot í ársfrágreiðingini snýr seg um samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Vit vistu, at val skuldi vera í seinasta lagi í november 2015. Tí hevur 2015 verið merkt av hesi vissu, og dúgliga hevur verið gitt, nær val fór at verða útskrivað. Starvsmannafelagið hevur brúkt orku til at varpa ljós á arbeiðsmarknaðarmál, ið hava týdning fyri limirnir. Nærri verður greitt frá hesum undir punktinum um kjarnumálini, og at tað loysir seg at stríðast svitast ikki. Ólavsøkudag 29. juli útskrivaði nú fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, val, og 1. september sluppu vit so at seta krossin við hana, hann ella tann flokk, ið vit høvdu kjósað okkum. Javnaðarflokkurin bleiv størsti flokkur og fekk 8, Tjóðveldi 7, Sambandsflokkurin 6, Fólkaflokkurin 6, Framsókn 2, Miðflokkurin 2 og Nýtt Sjálvstýri 2. Flokk- arnir, ið nú mynda samgongu, eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn. Og løgmaður er Aksel V. Johannesen. Undan valinum lovaðu hesir flokkar millum annað, at lág- og miðallønt skuldu fáa ein skattalætta, komu tey til valdið. Sama lovaðu eisini allir hinir flokkarnir. Hetta vallyftið bleiv partur av fíggjarlógini og samtykt. Láglønt og miðallønt fingu nú rættin til ein skattalætta, og tað vóru hesir somu lønarbólkar, ið høvdu tørvin í 2011, men tá fingu sera lítið í sín part. Í Starvsblaðnum undan jólum hevði serfrøðingur nakrar greiningar av teimum skatta- og avgjaldsbroytingum, ið samgongan hevði sett sær fyri at fremja, og hvørja ávirkan tær fóru at fáa. Vit vóna, at skattalættin fer at gera góðan mun, og fleiri kommunur hava eisini tikið egin stig at lækka skattin. Henda samgongan hevur eisini verið altrá eftir at fáa javnvág og yvirskot á fíggjarlógini. Alt gott um tað. Tað má bara ikki gerast ov dýrtkeypt at fáa eitt roknistykki at passa. Tá ið skipanir ætlandi skulu broytast og tillagast, mugu og skulu relevantir partar verða spurdir til ráðs og verða við í tilgongdini. Í mun til pensiónsskipanina mæltu vit tí staðiliga samgonguni til at steðga á og ikki fremja broytingar, fyrr enn eitt fullfíggjað uppskot var greitt, ið hevði fingið neyðugu viðgerðina, og allir viðkomandi partar høvdu fingið lýst síni sjónarmið og veruliga vóru tikin við upp á ráð. Sjálvt skilagóðar ætlanir kunnu fáa skot fyri bógvin, um hoyring verður umlopin ella niðurraðfest. Tað var hugstoytt, at samtykt varð at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, áðrenn øll eftirlønarlógin er kend. Samhaldsfastið hækkaði lutfalsliga meira, tó prinsippið, hetta at broyta, áðrenn verulig hoyring og gjøgnumskygnið valdar, er als ikki í lagi. Tað má og skal virðast. Boðskapin hevur politiski myndugleikin lovað at taka til eftirtektar, og fara vit sjálvsagt at tvíhalda um, at hetta verður fylgt. Eins og við pensjónsnýskipanini er ein fiskivinnunýskipan á trappunum, og samgongan hevur sett sær fyri, at eisini hendan nýskipan skal síggja dagsins ljós í 2016. Eins og pensjónsnýskipanin hevur ein fiskivinnunýskipan verið leingi á veg. Alneyðugt er við greiðum, skipaðum reglum, og at hon nú verður veruleiki. Og at semjan um okkara størsta aktiv, havsins gráa gull, verður kjølfest í breiðari, berandi semju millum flokkarnar á tingi. Okkum tørvar stabilitet og álit á, at ein slík skipan ikki fer at rekast sum tongul í brimi og kunna broytast og tillagast, so hvørt sum samgongurnar skifta. Hetta er eitt krav og ein tørvur bæði hjá vinnuni og eisini hjá hvørjum einstøkum føroyingi. Okkara høvuðsinntøkukelda má liggja í tryggum, føstum kørmum og vera ein inntøkukelda, ið okkara samfelag fær størstu nyttuna av. Okkara felags kassi má fáa ein dyggan part av teim inntøkum, havsins gráa gull kastar av sær. Soleiðis tryggja vit, at vit eiga eitt framkomið samfelag, vit tryggja okkara vælferðartænastur, og at tær styrkjast og mennast. Ófriður og ótryggleiki valda nógvastaðni, og eisini vit kunnu nú meira ítøkiliga kenna, hvat hesin ófriður og ótryggleiki merkir. Hesa vanlagnu, mong av okkara brøðrum og systrum í Sýriu og so mangar staðir kring heimin mugu liva við dag og dagliga. Harðrenda og ómenniskjansliga atsóknin í París og aðrar ræðuligar atsóknir, framdar eru av víðgongdum islamistum, mugu ikki fáa okkum at skera allar muslimar yvir ein kamb. Hesir harðrendu og víðgongdu islamistar skaða muslimar, júst sum teir skaða kristin, jødar, ateistar, hinduar, ja okkum øll. Teirra gerðir mugu ikki fáa okkum at halda, at muslimar eru øðrvísi menniskju enn onnur. Teir eru júst líka ymiskir og vit eru ymisk. Hetta eru ómansligar og ómenniskjansligar gerðir. Teirra vilji er at ræða okkum, spjaða okkum, seta fólk upp ímóti hvørjum øðrum, teppa okkum, taka talufrælsið frá okkum, royna at knúsa súlurnar undir okkara fólkaræði. Og lata vit okkum ræða, lata vit okkum kúga, lata vit okkum spjaða og lata illgruna og ótta fáa fastatøkur, tá eru vit á vandakós. Frælsi, javnrættur og brøðralag eru grundarsteinar undir fronsku tjóðini. Hesi skulu vit styrkja og sláa manngarð um. Sum í øllum lívsins viðurskiftum, so eru tað samstarv og semjur, ið mugu finnast. Semjur, ið eru alt annað enn lættar at finna og gera. Sum samfelag kunnu vit vísa tolsemi og nýhugsan og gera tað, sum stendur í okkara makt at hjálpa til. At vit skulu elska okkara næsta sum okkum sjálv, er eitt av teim boðum, lagt er í okkum frá barnsbeini. Vit føroyingar eru hjálpsamir, og vit kunnu øll gera mun. Kjarnumál í valárinum Sum nakað nýtt valdu vit fyri fyrstu ferð at kjósa okkum nøkur kjarnumál í sambandi við løgtingsvalið, ið vit vistu fór at verða í seinasta lagi í november 2015. Vit vistu um slík átøk umvegis okkara norðurlendsku sambond og hildu, at nú var tíðin komin til, at eisini vit gjørdu slíkt átak. Nevnd og umsiting høvdu gjørt fyrireikingar undan álitisfólkafundinum í desember 2014. Á fundinum var hugarok um evnið, og síðan raðfestu vit tey mál, felagið skuldi kjósa sær. Vit ynsktu, at kjarnumálini vóru kjølfest í mergi felagsins, álitisfólkunum. Í valárinum hava vit so varpað ljós á kjarnumálini, og allir politisku flokkarnir blivu spurdir um hesi, og hvørt tey tóku undir við teimum ella ei. Vit fingu svar frá øllum flokkum og keyptu okkum eitt serblað í Sosialinum, ið snúði seg um kjarnumálini og tey svar, vit høvdu fingið frá flokkunum. At gera millum annað hetta átak og varpa ljós á málini hevur havt ávirkan. Vit hava beinleiðis sæð nøkur teirra aftur í valdystinum og eisini í samgonguskjalinum. Sjónligast er nokk málið um sálarliga arbeiðsumhvørvið, ið veruliga er sett á breddan. Hetta átak, at kjósa kjarnumál, er avgjørt nakað, ið vert er at endurtaka, hvørja ferð løgtingsval stundar til. Feløgini í Fakfelagssamstarvinum gjørdu eisini fleiri og munagóð átøk saman undan valinum og varpaðu í felag ljós á týðandi mál, eisini samanfallandi við kjarnumálini. Vit skipaðu millum annað fyri beinleiðis kjaki á Rás2 við luttøku av valevnum úr øllum flokkum, skipaðu fyri felags kampanju og felags tiltaki á Fólkafundinum. Øll hesi tiltøk hava týdning í okkara stremban eftir at fáa politiska myndugleikan at taka atlit til tey mál, fakfeløgini meta alneyðugt er at gera nakað við. Tað kundi verið eitt áhugavert og gott átak, um Fakfelagssamstarvið eisini saman kjósar sær kjarnumál eftir hesum leisti í góðari tíð undan næsta løgtingsvali. 12. oktobur skrivaðu vit undir nýggjan tvey ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið, og 17. desembur skrivaðu vit undir við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 4,15 % í 2 ár, ávikavist 2,25 % og 1,90 % varð úrslitið av samráðingunum hesa ferð. Summar partar av semjuni vóru vit fegnari um enn aðrar. Samanumtikið tó ein semja, vit kunnu liva við, og sama siga sáttmálapartarnir. Starvsmannafelagið hevði ætlað at fáa eina munagóða generella lønarhækking. Tað er tí ongin loyna, at lønarhækkingin seinna árið var ikki hon, vit fóru eftir. Vit fingu lýst eina væl døkkari mynd av framtíðar búskaparvánunum, enn myndin, sum eftir okkara tykki varð málað av fleiri undan løgtingsvalinum. Tá avtornaði, bleiv úrslitið tey 4,15 %. Eins og vit ikki vóru nøgd, var úrslitið eisini hægri enn pínumarkið hjá arbeiðsgevarasíðuni. So báðir partar máttu geva seg, og soleiðis eru samráðingar háttaðar. Vit eru sannførd um, at hetta var tað úrslitið, ið bar til at røkka á hesum sinni. Vit gleðast um, at vit hava fingið nakrar góðar ásetingar í sáttmálarnar. Uttan at vera noydd at selja burtur av arvasilvurinum. Millum annað er nú staðfest einaferð med alla, at vaktargjaldið fyri vikuskiftið, vaktargjald 2, verður roknað frá kl. 17:00 fríggjadag til mánamorgun kl. 7:00. Øll eiga nú 15 % í eftirløn, við tað at limir okkara í Sjúkraflutningstænastuni nú eisini fáa 15 % í eftirløn. Og tað fegnast vit um. Sum vanligt er, vórðu eisini hesa ferð nakrir starvsbólkar umflokkaðir. Spennið millum ymsu lønirnar hevur verið stutt, og skal hugsingur vera um at lyfta tey lægri løntu, var neyðugt, at tey við hægru útbúgvingunum vórðu flutt. Bæði tí teirra løn var ov lág, og eisini við tí fyri eyga, at møguleiki skal vera fyri lønarbatum hjá øðrum seinni. Og soleiðis eru samráðingarnar í einum meginfelag sum Starvsmannafelagnum skaffaðar. Allir bókar vinna ikki í senn, men felagið heldur eyga við, at ongin skal vera við sviðusoð. Sum onnur feløg hava vit nú eisini undirskrivað avtalu um fráboðanarskyldu og fráboðanarform í sambandi við arbeiðssteðg. Avoldaðar orðingar um barsil eru tillagaðar, so orðaljóðið í sáttmálanum ikki longur er í stríð við javnstøðulógina. Samanumtikið er sáttmálin intaktur. Og annað boðar eisini frá góðum. Vit fegnast um, at vit hava undirskrivað týdningarmiklar avtalur um arbeiðsumhvørvi og førleikamenning. Hesar eru konstruktivar og framlítandi. Saman fara partarnir at virka fyri einum betri arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsgevarin sær, eins og vit, álvaran í málinum og bindur seg til at taka vandamálið við strongd og sálarliga arbeiðsumhvørvinum í størsta álvara. Hetta skal gerast við átøkum og eini vegleiðing um, hvussu arbeiðsplássini skulu bera seg at, tá ið starvsfólk verða rakt av strongd. Eisini skulu álitisfólkini blíva betur ílatin á hesum øki. Harafturat hava vit gjørt avtalu um, at tey føgru orðini í verandi sáttmálum um strategiska førleikamenning av starvsfólki skulu fremjast í verki. Tað skal millum annað verða gjørt, við at partarnir í minsta lagi annaðhvørt ár eftirmeta, um avtalan um førleikamenning virkar eftir ætlan. Avtalað varð somuleiðis millum partarnar, at vóru eisini onnur feløg enn vit sinnað, varð farið undir arbeiðið við eini felags almennari lønarskipan. Hvussu slík verður skipað og háttað er sjálvsagt ikki fastlagt frammanundan. Vit meta, at eisini hetta hevði verið eitt gott og framlítandi arbeiði. Nøkur týdningarmikil mál eru sett og avtalað við okkara sáttmálapartar at fara undir í sáttmálaskeiðinum, og tað fegnast vit um og eru til dystin fús. Súlan og SF leggja saman Fakfelagið hjá kabinustarvsfólkunum hjá Atlantic Airways og Starvsmannafelagið hava avgjørt at leggja saman. Samanleggingaravtalan varð undirskrivað í hølum Starvsmannafelagsins við ársbyrjan 2016. Samanleggingin var einmælt samtykt í báðum feløgum - og ynskja vit okkara nýggju limum hjartaliga vælkomnum. Tey útivið 30 kabinustarvsfólkini, sum hava verið limir í fakfelagnum Súluni, eru nú limir í Starvsmannafelagnum við fullum limarættindum og limaskyldum. Feløgini ganga saman undir millum annað navninum og reglunum hjá Starvsmannafelagnum. Nevndin í Súluni fer frá, men Súlan heldur tó fram sum fakbólkur í Starvsmannafelagnum, sum longu hevur fleiri fakbólkar. Nevndin í Starvsmannafelagnum heldur fram sum fyrr. Súlan hevur sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum fer úr gildi 1. november í ár. Starvsmannafelagið hevur nú yvirtikið tað formliga sáttmálaræðið mótvegis Føroya Arbeiðsgevarafelag. Arbeiðseftirlitið fær sálarfrøðing Tað vóru gleðilig tíðindi, tá tað frættist, at nú fer Arbeiðseftirlitið loksins at seta ein sálarfrøðing í starv. Starvsmannafelagið hevur leingi arbeitt fyri hesum. Felagið hevur víst á tørvin at uppraðfesta trivnaðin og eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tað hevur eisini verið gjørt saman við Fakfelagssamstarvinum. Ein kanning, sum felagið gjørdi í 2014, avdúkaði, at strongd er eitt minst líka stórt vandamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum sum í øðrum londum. Tí er tað eitt stórt framstig, at Arbeiðseftirlitið nú setir fólk í starv at hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Samstundis er hetta eitt dømi um, at tað at Starvsmannafelagið og hini fakfeløgini alla tíðina hava strongt á og varpað ljós á hetta málið, hevur víst seg at gera mun. Yvirtíð fyri halgidagssigling Í Fasta Gerðarrætti fingu fakfeløgini viðhald í, at manningarnar á strandfaraskipunum skulu hava úrtíðarløn fyri at sigla og arbeiða jóladag og langafríggjadag. Hesir dagar eru ikki innroknaðir í føstu lønina hjá manningunum á skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins, og manningarnar hava rætt til úrtíðarløn fyri at arbeiða hesar dagarnar, staðfesti Fasti Gerðarrættur í oktober. Dómurin er ein sigur fyri Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið, sum saman kærdu Fíggjarmálaráðið fyri gerðarrættin. Hetta hendi, eftir at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevði noktað at rinda eitt oyra eyka í løn, tá Strandferðslan veturin 2014/2015 knappliga gjørdi av at bróta við gamla siðvenju og fara at sigla jóladag og seinni eisini langafríggjadag. Lønardeildin helt upp á, at manningarnar ikki skuldu hava nakað eyka fyri hetta, tí sigling halgidagar longu var innroknað í føstu lønina hjá teimum, ið sigla við strandfaraskipunum. Umframt at Strandferðslan frameftir skal rinda úrtíðarløn fyri sigling jóladag og langafríggjadag, skal løn eisini gjaldast afturvirkandi til teirra, sum vóru til arbeiðis umborð á strandfaraskipunum jóladag fyrraárið og langafríggjadag í fjør. Øll fáa sáttmálaeftirlønina Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið (FMR) gjørdu í oktober 2015 semju, sum merkir, at øll starvsfólk, sum arbeiða undir sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, hava rætt til eftirlønina, sum er ásett í grein 13 í sáttmálanum: Starvsmannafelagið metti, at ásetingin merkti, at øll starvsfólk, sum arbeiða undir sáttmálanum, høvdu krav um eftirløn aftur at grundlønini. Hetta óansæð, um tey arbeiddu fulla ella niðursetta tíð, ella um tey vóru í føstum starvi ella fyribilssett, ella hvat slag av setan talan annars var um. Fíggjarmálaráðið vildi hinvegin vera við, at ein starvsfólkabólkur, sum í lønarumsitingini hjá landinum hevur gingið undir navninum tímalønt hevði ikki rætt til sáttmálaásettu eftirlønina. Tað merkti, at hesi ikki fingu tey 15 prosentini løgd aftur at lønini. Tey vóru harafturímóti trekt fyri eina ávísa prosentupphædd, sum tey skuldu rinda sambært eftirlønarlógini. Hendan mismun og hesa sáttmálatulking góðtók Starvsmannafelagið ikki og fór til endans í Fasta Gerðarrætt við trætuni. Tó varð semja gjørd, áðrenn málið kom til dóms. Semjan ber í sær, at Starvsmannafelagið fer ikki at seta fram krav um eftirlønargjøld av tímalønum, sum eru innvunnar fyri 1. oktober 2015. Starvsfólkið, sum gerðarættarmálið varð grundað á fær tó eftirlønargjald av allari sínari inntøku fyri 2014. At øll, sum starvast undir sáttmálanum við FMR nú fáa eftirløn aftur at grundlønini, og at sáttmálin framyvir ikki germun á starvsbólkum, hvat ið eftirlønarrættindum viðvíkur, vigaði tungt hjá Starvsmannafelagnum. Tað er altíð ein óvissa í sambandi við ein rættarúrskurð, og eisini tí vit meta semjuna sum ein týdningarmiklan sigur fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Ein avgjørdur sigur, sum eisini hevur stórt peningaligt virði. Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) hevur somu áseting um eftirløn sum sáttmálin við Fíggjarmálaráðið. Vit hava eisini tikið málið upp við KAF og hava fingið at vita, at væntandi fáa tey sum arbeiða hjá kommununum somu rættindi í næstum. Hjá Posta og Føroya Tele hava øll, sum starvast undir sáttmálunum, øll árini fingið sáttmálaásettu eftirlønina, og í galdandi sáttmála er beinleiðis ásett, at tímalønt eisini eru fevnd av eftirlønarrættinum. Álitisfólkavalið 2015 Starvsmannafelagið skipar fyri álitisfólkavali annaðhvørt ár, tað vil siga, at álitisfólk verða vald fyri 2 ár í senn. Álitisfólkavalið varð útskrivað fyrst í oktober, har freistin at halda val var 30. november 2015. Vit hava fingið úrslitið inn frá so at siga øllum álitisfólkunum. Úrslitið varð, at 29 av teimum umleið 120 álitisfólkunum eru vald fyri fyrstu ferð. Hesi 29 nýggju álitisfólkini verða innkallað til 2 internatgrundskeið á 3 dagar í vár, og aftur í heyst verða tey innkallað til tað næsta grundskeiðið. Vit hava so mikið av nýggjum álitisfólkum, at tey verða koyrd í tveir bólkar. Annar bólkurin fer á skeið á Gjáargarði við Gjógv 6. til 8. apríl. Hin bólkurin 11. til 13. apríl. Vit takka øllum valdu álitisfólkunum fyri, at tey vilja taka hesa uppgávuna á seg. Tey hava stóran týdning, bæði fyri starvsfólkini, leiðsluna og felagið. Strategisk førleikamenning og gott arbeiðsumhvørvi. Hetta vóru tey bæði málini, sum settu sín serliga dám á álitisfólkafundin í desember. Við sáttmálasamráðingarnar í heyst vórðu semjur gjørdar við arbeiðsgevarasíðuna, sum skulu seta ferð á arbeiðið at førleikamenna starvsfólk, soleiðis sum sáttmálin leggur upp til, og at menna trivnaðin og tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Av tí, at báðar avtalurnar leggja upp til ítøkilig átøk, sluppu álitisfólkini at siga sína hugsan um, hvussu hetta kann gerast. Talan var um bólkaarbeiði við framløgu. Avtalan um førleikamenning merkir, at álitisfólk og leiðsla skulu hava regluliga uppfylging um strategisku førleikamenningina. Álitisfólkini vórðu spurd, hvussu tey halda, at hetta kann gerast. Eisini greiddu tey frá, hvussu tey meta seg vera før fyri at átaka sær uppgávuna. Avtalan um arbeiðsumhvørvið ber millum annað í sær, at Starvsmannafelagið skal bjóða sínum álitisfólkum skeið í, hvussu tey best kunnu viðvirka til at fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, saman við starvsfólkum og leiðslu. Álitisfólkini søgdu sína hugsan um, hvussu tey halda, at arbeiðsumhvørvið kann mennast, og hvat innihaldið eigur at vera á einum komandi skeiði. Eisini søgdu tey, hvat tey halda, at vegleiðingarnar, sum Fíggjarmálaráðið skal gera um sjúkrafráveru og handfaring av strongd, eiga at hava við. Bólkaarbeiði í desember var eitt gott íkast til framhaldandi arbeiðið hjá felagnum við teimum báðum avtalunum. Fólkafundurin á Hálsi Fólkafundurin 2015 var í høllini á Hálsi í Havn. Eins og hini árini luttók Starvsmannafelagið við bási, har kunnað var um arbeiðið í felagnum. Nakað av fólki kom framvið, millum annað skúlanæmingar, men tíverri var fólkafundurin ikki so væl vitjaður hesaferð. Tað er ein sannroynd, at Fólkafundurin var ikki nóg væl fyriskipaður og lýstur. Hetta vóru vit ikki einsamøll um at halda. Vit nýta tíð og fólk til hetta tiltakið, sum vit hava mett sum ein týðandi kunningarpall og høvi at koma á tal við fólk. Neyðugt er at tiltakið verður betur fyriskipað, skal tað loysa seg at luttaka. Og hetta hava vit eisini gjørt vart við á røttum staði. Eins og hini árini skipaði Starvsmannafelagið fyri fyrilestri, sum hesaferð var um fyribrigdið whistleblowing. Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, hevði ein persónligan og áhugaverdan fyrilestur um prísin fyri at stíga fram og ávara um ivasom viðurskifti. Aftaná var kjak, har Helgi Abrahamsen, fyrrverandi tingmaður úr Sambandsflokkinum, og Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna úr Tjóðveldi, skiftu orð um spurningin, hvørt vit eiga at seta í verk eina varskógvaraskipan í Føroyum fyri starvsfólk hjá tí almenna. Kjakfundur um strongd Starvsmannafelagið skipaði fyri almennum kjakfundi um strongd í Miðlahúsinum 4. februar í fjør. Umboð fyri politisku flokkarnar tosaðu um, hvat kann gerast fyri at betra støðuna, eftir at ein kanning, sum Starvsmannafelagið hevði latið gjørt, vísti, at strongd er eitt minst líka stórt vandamál í Føroyum sum aðrastaðni. Á fundinum sýndu politisku umboðini vilja at virka fyri, at nakað verður gjørt við trupulleikan. Víst varð millum annað á, at talið á teimum, ið fáa strongd, veksur støðugt, og at hetta kanska serliga er ein trupulleiki millum tey, sum fáast við umsorganararbeiði. Eisini var víst á, at talan er um eina fólkasjúku, sum politikararnir ikki hava givið sær nógv mikið far um, og sum ávirkar alt samfelagið fíggjarliga, bæði við sjúkradagpengum og mistum arbeiðsførleika. Kjakfundurin í Miðlahúsinum er eitt av mongum tiltøkum, sum Starvsmannafelagið hevur havt seinnu árini við tí fyri eyga at varpa ljós á strongd og seta fólkasjúkuna á politisku dagsskránna. Limatiltak um at loysa ósemjur 14. apríl var limatiltak í Østrøm í Havn, har evnið var, hvussu vit loysa ósemjur á arbeiðsplássinum. Elsa Jóhanna Høgenni og Marjun Eystberg frá fyritøkuni Input skipaðu fyri. Tær báðar høvdu fyrilestur um, hvussu ósemjur á arbeiðsplássinum kunnu verða loystar, tá knútarnir gerast so fastir, at tað næstan ikki slepst víðari. Fitt av fólki kom til tiltakið, og fingu tey ítøkiligar uppgávur, har tað snúði seg um at loysa hugsaðar ósemjur á arbeiðsplássinum. Húsverkætlanin Arbeiðið at útbyggja og umbyggja ognina í millum annaðWinthersgøtu í Havn lækkar nú móti endanum. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt 1. apríl í ár. Ætlanin er, at Starvsmannafelagið skal húsast í nýggja bygninginum, sum harumframt fer at verða leigaður út til fakfeløg og onnur, sum hava áhuga at koma inn. Arbeitt verður við at útvega leigarar til bygningin, sum fer at rúma nógvum skrivstovum og einum nútímans auditorium. Samstundis er bygningurin í J.H. Schrøtersgøtu, har skrivstovan hjá Starvsmannafelagnum hevur hildið til tey seinastu árini, nú liðugt umvældur. Fasadurnar eru skiftar, og bygningurin er gjørdur av nýggjum innan. Skrivstovan húsaðist í gomlu ognini á Tinghúsvegi 15, meðan bygningurin í Schrøtergøtu varð umvældur. Síðan á sumri í fjør hevur skrivstovan verið aftur á gomlu adressuni. Ætlanin er at selja gomlu ognina á Tinghúsvegi 15, og verður ætlandi farið undir sølutilgongdina í næstum. Stovna fakbólkar Starvsmannafelagið hevur arbeitt eina tíð við at endurskoða bygnað felagsins. Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við hesum saman við einum fylgibólki. Starvsmannafelagið fevnir sera breitt fakliga. Tí varð mett, at tørvur var á at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri okkara limir. Endamálið við fakbólkunum er at virka fyri fakligari menning, áhugamálum og styrkja samstarv og samanhald. Eftir at allar fyrireikingar vóru lidnar við at manna fakbólkarnar við arbeiðsnevnd, og at limirnir vóru bólkaðir í fakbólkar, kallaðu vit arbeiðsnevndirnar á fund 22. apríl 2015. Her greiddu vit teimum frá, hvussu farast skal fram við at tey innkalla til formligan aðalfund í bólkinum. Higartil hava vit fingið ein fakbólk formliga stovnaðan við aðalfundi, tað er fakbólkurin hjá laborantum, biologum v.m. Á aðalfundinum varð avgjørt at kalla bólkin LABBAR. Í nevndina komu: Jórun Mørkøre, Ann Siri Hentze og Kristin Baldvinsdóttir varalimur. Vit ynskja teimum bestu eydnu við arbeiðinum. Tað er okkara vón, at eisini hinar arbeiðsnevndirnar fara at skipa fyri aðalfundi, og at limirnir møta upp og taka væl í móti hesum tilboðnum við einum fakligum palli. Visiónsarbeiðið Starvsmannafelagið samtykti eina visión fyri felagið fyri trimum árum síðan, og tað hevur verið arbeitt við konkretum uppgávum út frá hesi visión síðan. Visiónin hevur seks fokusøki, ið arbeitt verður útfrá. Niðanfyri eru nøkur av lutmálunum, vit hava fingið av skafti síðan seinasta aðalfund. Fokusøkini eru hesi niðanfyri. Ráðstevna, skeið og fundir. Pallborðsfundur við umboðum frá øllum flokkunum var í Miðlahúsinum um sálarligt arbeiðsumhvørvi, hesin var í januar 2015. Á aðalfundinum í mars 2015 var pallborðsfundur um fýra av okkara 12 kjarnumálum, har formenninir í øllum flokkum sótu í panelinum. Nevnd og umsiting vóru á arbeiðsvikuskifti á Hotel Runavík 24. til 26. apríl 2015, har ætlan var løgd fyri arbeiði felagsins í framtíðini. Álitisfólkafundir vóru í mai og desember 2015, har álitisfólkini góvu sítt íkast til felagsarbeiði á ymsum aktuellum økjum. Eisini var framløga av einum tema á fundunum. Nevnd og umsiting hava luttikið á norðurlendskum ráðstevnum í felagsskapunum NSO, NTR og SUN. Vit luttóku á fólkafundinum 18. og 19. september 2015 í Havn við bási og einum fyrilestri ella kjaki. Fakbólkar og bygnaður. Fundur hevur verið við fakbólkarnar 22. apríl, tá alt skrásetingararbeiðið var av. Greitt varð frá, hvussu farast skal víðari. Ein bólkur hevur síðan havt formligan aðalfund og skipað seg, tað er fakbólkurin hjá laborantum, biologum v.m. Við tað at hølini í húsinum hava verið undir umbygging, hevur ikki fyrr enn 1. september ligið fyri at brúkt tey til fundir. Lønarskipan. Undir samráðingunum varð avtalað, at vóru fleiri feløg sinnað til tess, so skuldu partarnir fara undir arbeiðið at gera eina felags almenna lønarskipan. Sjøtul verður settur á arbeiðið í vár. Skipað verður fyri verkstovu fyri almennar arbeiðsgevarar og fakfeløg, har viðgjørdur verður spurningurin um, hvussu nevndin skal vera skipað, og hvør arbeiðssetningurin skal vera. Fakfelagssamstarv. Starvsmannafelagið er partur av Fakfelagssamstarvinum saman við 5 øðrum fakfeløgum. Meira kann lesast um hetta aðrastaðni í ársfrágreiðingini. Nútímansgerð av sáttmála. Arbeiðsbólkurin hevur havt fundir í mai og í oktober 2015.Verandi sáttmáli hevur verið gjøgnumgingin, og hugt er eftir, hvat kundi verið umorðað og harvið gjørt meiri lætt lesandi. Arbeiðið heldur fram. Samfelagspolitiskur aktørur. Endamálið við hesum er at gera felagið sjónligt í almenna rúminum og at seta umráðandi mál á dagsskránna. Arbeiðið við at seta fokus á arbeiðsumhvørvið og strongd hevur fylt nógv, bæði gjøgnum tíðindaskriv, ráðstevnu og pallborðsfund. Arbeiðsumhvørvið sæst aftur í seinastu semjuni við Fíggjarmálaráðið, og herfyri frættust tey gleðiligu tíðindi, at sálarfrøðingur verður settur í starv á Arbeiðseftirlitinum. Tað loysir seg at stríðast. Eisini nýtti felagið orku at ávirka politisku skipanina í valárinum 2015. Serblað við 12 kjarnumálum varð borið út í hvørt hús. Eitt brot er um kjarnumálini og har er meiri er at lesa um tey og onnur átøk undan valinum. Vit kunnu gleðast um, at fleiri av kjarnumálunum síggjast aftur í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Eitt annað mál, sum fokus varð sett á, varð fyribrigdið whistleblowing, sum var okkara evni á fólkafundinum 2015. Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at seta í verk eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk hjá tí almenna. Samlagstryggingin Samlagstryggingargrunnurin er bert lítil, men týdningarmikil, partur av samlaða eftirlønar- og tryggingarkonseptinum hjá Starvsmannafelagnum. Av teimum samlaðu prosentunum, sum fara til eftirlønar- og tryggingargjald, fer bert eitt prosent í grunnin at keypa ymsar tryggingar fyri, meðan restin fer í persónliga eftirlønarpartin. Prosentini, ið verða latin til persónligu eftirlønina, hevur grunnurin einki við at gera. Samlagstryggingargrunnurin keypir, sum er, vegna limirnar trý sløg av tryggingum. Eina lívstrygging, herundir eisini hjúnafelagatrygging, eina trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða, og eina trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúka hjá barni hjá tí tryggjaða. Støðugt verður arbeitt við at betra um og møguliga økja tryggingarnar. Treytin er tó, at hetta skal vera innan fyri tann fíggjarkarm, ið grunnurin hevur at ráða yvir, og at útreiðslurnar ikki økjast, so at grunnurin ikki kann svara hvørjum sítt. Trongu tíðirnar, ið hava merkt altjóða samfelagið seinnu árini við støðugt minkandi rentu- og fíggjarinntøkum, hava eisini havt ávirkan á grunnin. Framvegis verður mælt til, at hvør einstakur keypir sær óarbeiðsføristrygging, tí slík er ikki við í samlagstryggingini. Hóast hvør einstakur eisini kann keypa sær sínar egnu tryggingar afturat samlagstryggingini og seta tær saman, sum henni ella honum lystir, er eingin ivi um, at fyri nógv okkara er samlagstryggingin ein sera týðandi partur av samlaða tryggingarhøpinum. Samlagstryggingargrunnurin hevur tí nógvar uppgávur, og á komandi aðalfundi verður umrøtt, hvørjar uppgávur grunnurin skal leggja dent á komandi árini, og hvussu hesar skulu skipast. Fremsta virki hjá grunninum er jú at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Frægast vildi sjálvsagt verið, at ikki var neyðugt við nøkrum útgjaldi, men heldur ikki í fjør eru vit sloppin undan menniskjaligum missi. Ein av limum okkara doyði, og varð eisini veitt útgjald í sambandi við deyða hjá hjúnafelagað/ sambúgva hjá fýra limum. Í sekstan førum varð veitt gjald í sambandi við hættisliga sjúku, og tíggju limir fingu gjaldsundantøku. Afturat hesum vóru 52 limir, ið fingu lokaupphædd goldna í sambandi við, at teir fóru frá fyri aldur. Hóast peningurin, ið varð útgoldin í sambandi við lívs- og sjúkutryggingarnar, ongantíð kunnu viga upp móti missinum av einum persóni ella einari viknandi heilsu, so er vón okkara, at útgoldnu upp- hæddirnar á onkran hátt kunnu linna um. Árliga ráðstevnan í norðurlendska fakfelagssamtakinum NSO var í fjør í finska í býnum Borgå, 50 km eystan fyri Helsinki. Evnið á ráðstevnuni hesaferð var spennandi. Tríggir fyrilestrahaldarar vóru bodnir at røða um evnini. Olli Kangas, professari við lærda háskúlan í Uppsala, tosaði um tann stóra norðurlendska almenna sektorin, sum er ein íløga, ið loysir seg bæði fyri samfelagið og einstaklingar. Almenni sektorurin í Norðurlondum er effektivur. Vit hava minst korruptión í heiminum. Meginparturin av skattainntøkunum fara til sosial endamál. Hetta hevur verið gott fyri javnstøðuna, við tað at tað hevur skapt fleiri kvinnustørv, so bæði kynini hava møguleika at sleppa út á arbeiðsmarknaðin. Búskaparvøksturin er eisini stórur í Norðurlondum. So hóast almennu útreiðslurnar eru høgar, eru kappingarevnini hjá londunum eisini stór. Norðurlendingar hava stórt álit á almenna sektorinum. Tá talan er um fátækraváða millum børn, og tá fólk verða spurd um eydnusemi, so enda Norðurlond ovast. Shirin A. Öberg, lektari á universitetinum í Uppsala. Greitt var frá New Public Management hugtakinum (NMP), sum tók seg upp í Norðurlondum fyrst í 90'unum, har marknaðarhugsanir vórðu innførdar í fyrisitingina. Her vóru lyklaorðini gjøgnumskygni og eftirlit við arbeiðsgongdum. Mál og mið skuldu setast greitt út í kortið, og alla tíðina skuldi eftirlit verða við, at endamálið var rokkið, og at resursur ikki fóru fyri skeytið. Shirin A. Öberg metti, at vit eru farin ov langt við uppgerðini við gamla skrivstovuveldið. Vit eru blivin til eftirlitssamfeløg, sum hava fingið eina nýggja stætt av fólki, sum hevur til arbeiðis at hava eftirlit við, at onnur gera sítt arbeiði til lítar. Hetta er eitt vandamál, tí skipanin ber boð um leggja starvsfólk undir illgruna. Tað er álvarsamt, við tað at álit er so grundleggjandi, tá ið vit tosa um tað almenna. Boðskapurin hjá Öberg var, at finnast má eina gyltur millumvegur ímillum ta gomlu skipanina og NPM. Søren Skårup, phd. lesandi við Syddansk Universitet, varpaði ljós á gongdina við at talgilda almenna sektorin í Danmark. Har hevur talgildingin skapt eina gjógv millum borgararnar og tey, sum starvast hjá tí almenna. Skipanin við talgildingini er í stóran mun gjørd eftir høvdinum hjá starvsfólkunum, heldur enn at taka støði í umstøðunum hjá borgarunum. Hetta skapar trupulleikar fyri rættartrygdina - legitimitetin hjá umsitingini, tí myndugleikarnir skulu virka eftir lógini fyri borgararnar og ikki seg sjálvan. Myndugleikarnir hava ikki skjalfest, hvussu talgildingin hevur virkað - um hon veruliga hevur skapt effektivitet, og um borgarin upplivir at hava fingið eina betri tænastu. Skårup mælti til at broyta skipanina, har borgarin er í fokus. Automatiseringin, sum fylgir við talgildingini, fer framvegis at merkja, at tørvur verður á færri fólkum. Men hinvegin verður tørvur á fólki til at menna eina digitalisering, sum liggur nærri borgarunum, og sum er meira borgaravinarlig enn í dag, segði Skårup. Starvsmannafelagið hevur í ár formansskapin í NSO, sum gongur upp á skift millum norðurlendsku luttakaralondini. Skipað verður fyri norðurlendskari ráðstevnu her í Føroyum í døgunum 22. til 25. august. Arbeitt verður í løtuni við at samskipa og fastleggja evni fyri ráðstevnuna. Á politiskum fundi í 2014 saman við umboðum frá øllum norðurlendsku fakfeløgunum, ið eru við í hesum norðurlendska samstarvinum, bleiv avgerð tikin, at ráðstevnan, sum hevur verið árliga, ikki skal vera á hvørjum ári, men bert annaðhvørt ár. Hetta hevði við sær, at tað var eingin ráðstevna í 2015, einans fundir saman við politisku umboðunum og skrivarunum úr Delta úr Norra, HK-kommunal úr Danmark, Vision úr Svøríki, Kjølur/ Starvsmannafelagið í Reykjavík og Starvsmannafelagið. Hesir fundir hava verið fyrireikandi liður til ráðstevnuna, ið verður í Føroyum 24. til 27. apríl 2016. Evnið á hesi ráðstevnu verður Fakfelagsrørslan fram móti ár 2025 - aftur til limirnar. Fakfelagssamstarvið og ráðgevin Eitt fakfelag legðist aftur at Fakfelagssamstarvinum í fjør, og eru vit nú seks fakfeløg í samstarvinum. Akademikarafelagið er nú eisini partur av samstarvinum, og tað fegnast vit um. Hini fimm feløgini eru: Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag og Starvsmannafelagið. Vit hava verið í eini menningartilgongd og avgjørdu tíðliga í fjør at styrkja Fakfelagssamstarvið. Tí søktu vit eftir og settu ráðgeva í eitt fyribilsstarv, og hevur Regin Berg røkt starvið síðan í summar. Feløgini hava eftirmett og meta, at vit hava fingið týdningarmikla nyttu úr starvinum og hava avgjørt, at starvið tí verður eitt fast starv. Starvið verður lýst leyst í hesum døgum, og ætlandi verður ráðgevin settur í starv í vár. Eisini hava vit arbeitt við og gjørt greiða, dagførda samstarvsavtalu millum feløgini. Hetta eru virðismikil og framlítandi stig, fakfeløgini taka, og fara tey at styrkja Fakfelagssamstarvið og føroysku fakfelagsrørsluna. At gagnnýta okkara felags tilfeingi er rætta og gongda leiðin. Arbeiðsvitjanir 14. apríl í fjør vóru umsitingin og nevndin í Starvsmannafelagnum og vitjaðu arbeiðspláss í Havn. Arbeiðsplássini, sum vit vitjaðu, vóru Bústaðir, Vørn, Tórshavnar Havn, Dugni, Landsverk, Almannaverkið, Tekniski Skúli, Løgtingsskrivstovan, Býarbókasavnið, Taks og eftirlitsstovnarnir á Skálatrøð og Fróðskaparsetrið. Arbeiðsvitjanirnar kring landið eru fastur táttur í arbeiðsskránni hjá Starvsmannafelagnum, og við vitjanini í Havn hava vit nú verið tvær ferðir kring meginpartin av landinum á vitjan. Arbeiðsvitjanirnar geva felagnum innlit í arbeiðið og dagligu avbjóðingarnar hjá limunum. Eisini geva tær limunum møguleikan at hitta umboð felagsins andlit til andlits og møguleika at fáa innlit í arbeiðið hjá felagnum. Hugnakvøldið Hugnakvøldið í Starvsmannafelagnum hevur leingi verið eitt av føstu tiltøkunum í skránni hjá Starvsmannafelagnum. Og sjáldan hevur undirtøkan verið so góð sum seinast, 6. november, tá ið salurin var nærum fullsettur. Sum vant var spurnakapping á skránni, sum eitt blandað lið við starvsfólkum á Heilsufrøðiligu Starvsstovu og Býarbókasavninum í Havn, vann. Annars fingu fólk mat og drekka, vit vóru undirhildin av írskum fólkatónleiki, og harumframt var felagssangur á skránni. Trivnaðartiltøk eru ein av uppgávunum hjá Starvsmannafelagnum, og sum felag kunnu vit bara fegnast um, at limirnir koma saman at hugna sær í hølum felagsins. Festivalatgongumerki Sum eitt afturvendandi tilboð til limir felagsins høvdu limir okkara aftur høvi í 2015 at keypa atgongumerki til Summarfestivalin fyri 750 krónur Vit meta, at limirnir taka væl ímóti hesum tilboði, tí verður aftur gjørd avtala við Summarfestivalin í 2016, har limir kunnu keypa atgongumerki fyri 750 krónur Eisini høvdu vit limatilboð til Country-festivalin í Sørvági, har limir høvdu møguleika at ogna sær eitt atgongumerki fyri 600 krónur Avsláttaravtalur Vit hava í 2015 fingið longt avtaluna við Bailine og gjørt onkrar rættingar í avtaluni, annars eru galdandi avsláttaravtalur við hesar fyritøkur, har limir okkara kunnu fáa avsláttur: Fólkaferia, Hotel Hafnia, 62N, Bailine, Itec, Ivan Johansen bilar, Klædnahandilin Brá, Teldutænastan, Tjóðpallur Føroya, Unicar, Tórshavnar Maskinhandil, Bilasølan við Øssur Johannesen, Vælvera Fitness, Fótarøkt við Ingunn Poulsen, Valdemar Lútzen amboðshandil og lásatænasta, Hjá Kissa, Faroe Travel, Sirri og Noa Noa. Sí annars heimasíðu okkara undir limir og limatilboð, við nærri kunning um tilboðini. Nógvar áhugaverdar, læruríkar, hugnaligar og stuttligar løtur og eisini álvarsamar og tungar løtur hava verið farna árið. Vit syrgja og minnast við takksemi okkara góðu, fittu og trúgvu vaskikonu, Karlu Gaard, ið eftir stutta sjúkralegu fór foldum frá. Okkara góði og góðsligi húsavørður, Øssur Hjalt, er nú pensioneraður, og eru vit takksom fyri, at eisini hann trúfast hevur tænt felagnum. Saknur er í teimum báðum, tað er so vist og satt. Nevnd og umsiting takka øllum fyri farna árið. Vit vita, at eitt áhugavert ár eisini liggur fyri framman. Málið og stavnhaldið er framvegis áhaldandi at styrkja og verja limanna rættindi og kor. Hjartaliga vælkomin til aðalfundar í Norðurlandahúsinum. Broytingar henda alla tíðina. Eisini innan tryggingarheimin. Útboðið av tryggingum broytist og økist í hvørjum eins væl og tørvurin hjá tí einstaka broytist. Neyðugt er at fylgja við hvat hendir og keypa ta vøru, ið samsvarar ynski og tørvi hjá limunum. Sum er metur Samlagstryggingargrunnurin, at tær tryggingar ið grunnurin keypir eru á leið tað, sum limirnir ynskja sær, men alla tíðina verður tó arbeitt við at betra um so at vit altíð fáa ta bestu, og um møguligt, ódýrastu vøruna. Samlagstryggingargrunnurin keypir, sum er, vegna limirnar tríggjar tryggingar. Lívstrygging, trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða og trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúka hjá barni hjá tí tryggjaða. Sum víst á oman fyri verður støðugt arbeitt við at betra um og møguliga økja tryggingarnar. So hvørt tað ber til verður talið av hættisligum sjúkum, ið geva útgjald tá ein hevur fingið onkra teirra staðfesta, økt. Útgjald verður nú eisini veitt í sambandi við nakrar sjúkur, og tryggingin fevnir nú eisini um um flutning av upprunakyknum/mergi. Nágreiningar eru eisini gjørdar í treytunum soleiðis, at hesar eru greiðari í orðingunum. Í ávísum førum gevur hetta eisini linari treytir. Framvegis verður mælt til, at hvør einstakur keypir sær óarbeiðsføristrygging, tí slík er ikki við í samlagstryggingini. Hóast hvør einstakur kann keypa sær sínar egnu tryggingar og seta tær saman, sum henni ella honum lystir, er eingin ivi um, at fyri nógv okkara er samlagstryggingin eisini ein sera týðandi partur av samlaða tryggingarhøpinum. Samlagstryggingargrunnurin hevur tí nógvar uppgávur og verður á komandi aðalfundi umrøða av hvørjar uppgávur grunnurin skal leggja dent á komandi árini og hvussu hesar skulu skipast. Fremsta virki hjá grunninum er jú at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Frægast vildi sjálvsagt verið, at ikki var neyðugt við nøkrum útgjaldi, men heldur ikki í fjør eru vit sloppin undan menniskjaligum missi. Ein av limum okkara doyði og varð eisini veitt útgjald í sambandi við deyða hjá hjúnafelaga/sambúgva hjá fýra limum. Í sekstan førum varð veitt gjald í sambandi við hættisliga sjúku og tíggju limir fingu gjaldsundantøku. Aftrat hesum vóru 52 limir, ið fingu lokaupphædd goldnað í sambandi við at teir fóru frá vegna aldur. Hóast peningurin, ið varð útgoldin í sambandi við lívstryggingar og sjúkutryggingarnar ongantíð kunnu viga upp móti missinum av einum persóni ella einari viknandi heilsu, so er vónin, at útgoldnu upphæddirnar á onkran hátt kunnu linna um. Fremstu deyðsorsøkirnar í okkara parti av heiminum eru sjúkur í hjarta- og blóðrensli og krabbasjúkur. Alt fleiri okkara fáa staðfest onkrar av hesum sjúkum, og fyrr vit koma undir viðgerð, tess betri er møguleikin at verða grøddur. Men júst tí at talið av sjúkuraktum økist er avgjørt neyðugt at hava eina vælvirkandi tryggingarskipan. Kristina Háfoss er gestarøðari Á aðalfundinum í ár fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum Kristina Háfoss at halda røðu. Fíggjarmálaráðið er størsti almenni arbeiðsgevarin, og tí hevur Starvsmannafelagið bjóðað landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum at vera gestarøðari hesaferð. Í røðuni fer landstýriskvinnan at siga frá hvørjar ætlanir hendan samgongan hevur í arbeiðsmarknaðarmálum. Eisini vænta vit at hoyra hvat hon hevur at siga um tær sonevndu trípartasamráðingarnar, sum avtalaðar eru í samgonguskjalinum. Trípartasamráðingar eru samráðingar millum arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og landsins stjórn um mál, sum hava týdning fyri arbeiðstakararnar. Slíkar samráðingar hava verið í fleiri av londunum rundan um okkum, men í Føroyum er hettar nýtt. Førleikamenning til veruleika Starvið, sum formaður í einum tí størsta, og óivað sterkasta, fakfelagnum í Føroyum, er sera týdningarmikið. Felagið røkkur í hvønn krók í samfelagnum, tí okkara limir arbeiða í so ymiskum størvum. Líka frá málsviðgeranum á Almannastovuni til sløkkiliðsmannin á Brandstøðini. Frá flogternuni í flúgvaranum til teknikaran í undirsjóvartunlinum. Tá eg eri so nasadjarvur at bjóða meg fram sum fakfelagsformann fyri øll hesi ymisku menniskju og størv, so er tað tí eg haldi meg hava tað sum krevst at gera eitt gott arbeiði í sessinum. Eg havi verið aktivur í fakfelagnum, síðani eg flutti heim til Føroya og fór at arbeiða á Føroya Tele fyri næstan 15 árum síðani. Fyrst sum álitisfólk, so felagsálitisfólk á FT, og síðani 2006 í nevndini í Starvsmannafelagnum. Hetta hevur givið mær eina sera góða barlast og stórt innlit í fakfelagsarbeiði. Øll míni tíggju ár í nevndini hevur Starvsmannafelagið fungerað sum lokomotiv - bæði í samráðingum og í fakfelagssamstarvi. Felagið er ein frontkempari, og hvørki nevnd ella formaður mugu vera bangin fyri at taka á seg ábyrgd á nógvum ymiskum pallum. Fólk sum heild, og serstakliga limir okkara, vænta nógv av felagnum og av formanninum, at hann tekur initiativ og stillar seg fremst í stríðnum fyri betri korum. Eg eri fullgreiður um henda partin av formansleiklutinum og kenni meg tryggan við tankan um at vera tann, ið tekur hetta á seg. Hvat skal broytast? Ein nýggjur persónur setur, sum vera man, sítt persónliga frámerki á arbeiðið, ið verður gjørt og á raðfestingarnar. Førleikamenning er eitt nógv brúkt orð, og hevur staðið í sáttmála okkara í nógv ár. Mítt mál er at gera hetta orðið til veruleika. Førleikamenning av okkara limum er sera týdningarmikil, tí vit síggja, at vit missa størv, sum hava hoyrt til okkara felag, til fólk við hægri útbúgving. Hetta er eitt stórt órættvísi ímóti okkara limum, tí tað eru vit, sum sita við vitan og royndum. Um nýggjar uppgávur eru á stovninum, ið krevja servitan at loysa, so skulu verandi starvsfólk førleikamennast, so tey við sínum royndum og vitan kunnu geva stovninum tað, sum brúk er fyri. Og sjálvandi skal arbeiðsgevarin vera ein aktivur viðspælari. Bæði við at vísa á hvørjum brúk er fyri, og síðani syrgja fyri, at fólkini fáa røttu førleikarnar til at røkja starvið. Arbeiðsgevarin má vera so professionellur, at hann dugir at síggja fyrimunirnar við at gera íløgur í starvsfólk við skeiðum og skúling. Lærlingar eru ein mangulvøra í almenna og hálvalmenna geiranum. Tað skal vera pláss fyri fleiri lærlingum í okkara sáttmálaøkjum. Vitan og royndir skulu gevast víðari til yngra ættarliðið, so bulurin í felagnum kann varðveitast. Nýggj almenn lønarskipan skal mennast. Verandi stigaskipan er vorðin stirvin og ótíðarhóskandi. Vit síggja eina vaksandi ónøgd við skipanina, har fólk kenna seg fangað á endastigi í teimum ymsu flokkunum. Ein meira dynamisk skipan, har annað enn bert starvsaldur hevur ávirkan á lønina, eigur at koma í staðin. Tað kundi verði ein samanrenning av starvsaldri, útbúgving, ábyrgd og uppgávum. Júst hvat partarnir á arbeiðsmarknaðinum einast um, kemur tíðin at vísa, men broyting er neyðug. Hvat skal varðveitast? Gott samskifti og samstarv. Við hesum hava vit uppbygt góð viðurskifti við samráðingarpartar og fakfeløg. Hettar er sera virðismikið, tí okkara tilverugrundarlag avhengur av, at onkur vil samráðast og samstarva við okkum. Opinleiki millum limir og felag. Eg vil fegin hava so stutt ímillum limir og nevndina sum gjørligt. Tað skal vera lætt hjá limum at fáa fatur á nevnd og formanni, tá tey hava brúk fyri hesum. Styrki og trúvirði. Starvsmannafelagið hevur eitt sterkt og gott umdømi í samfelagnum. Hettar eru kvalitetir, sum eru ringir at upparbeiða, men lættir at missa. Umráðandi er at varðveita hettar, fyri at okkara støða sum besta og sterkasta fakfelag í Føroyum ikki skalast. Áhaldandi og ótroyttiliga arbeiða fyri betri korum hjá limunum. Hettar er sjálvsagt, men skal tó sigast, tí tað er allarfremsta málið hjá nevnd og formanni. Limirnir eru felagið. Hvat er gjørt? Samstarvið við hini fakfeløgini er endurreist. Vit fara varliga fram, og taka við læru av tí farna. Vit vilja gerast ein nógv sterkari felags eind, sum hevur størri slagkraft í samráðingum og viðkomandi samfelagsviðurskiftum. Fakbólkar eru stovnsettir, og nakrir teirra eru virknir. Menningin av bólkunum krevur uppfylgjandi arbeiði, sum felagið tekur sær av. Hettar krevur tó áhuga og luttøku frá limunum, um verulig nytta skal fáast burturúr. Nýtt hús verður skjótt liðugt. Nevndin avgjørdi at keypa Vørðsluna og byggja hana um til okkara tørv. Okkara hugsan hevur alla tíðina verið, at onnur fakfeløg skulu leiga seg inn, so at vit kunnu skapa ein fakfelagsligan depil. Hetta hevði styrkt munandi um fakfelagssamstarvið, og er hetta ítøkiliga samstarvið eitt, eg hevði lagt meg eftir, sum formaður, at skipa og fremja. Hvat liggur fyri framman? Samráðingar. Samstarv. Samfelagsávirkan. Limarøkt, limarøkt og limarøkt. Felagið er limirnir og einki meira enn tað. Eg vil røkka út til allar limir okkara, so at teir vita hvat teirra felag stendur fyri, og at vit eru til fyri teirra skuld. Hettar kann gerast við áhaldandi at koma út á stovnar at vitja. Vit hava altíð kent okkum væl móttikin har vit eru komin, og eg haldi limirnir eru glaðir fyri at síggja okkum úti á teirra arbeiðsplássum. Tað grettir ikki, at hvørja ferð vit eru úti at vitja, so fáa vit okkurt at vita, sum vit annars ikki høvdu fingið bara við at sita á skrivstovuni. Samskifti við limirnar er av størsta týdningi, fyri at vit í nevndini kunnu umboða tykkum á besta hátt. Ein intranetskipan, har limir hava atgongd til netið hjá felagnum, hevur leingi ligið í kortunum. Hetta kundi verði eitt forum fyri limirnar at deila vitan og royndir, og har teir einkultu fakbólkarninr høvdu sínar egnu síður. Ein slík skipan hevði fingið einstøku limirnar tættari at felagnum og hvørjum øðrum. Keypið av LÍV skal avgreiðast, og hettar verður endaligt í vár. Ideologiskt sæð eru fakfeløgini rætti eigarin av LÍV, har allur ágóði hevði fallið aftur til tryggingartakaran, ístaðin fyri til onkran kapitalveitara við vinningi fyri eyga. Eg sjálvur Um eg skal lýsa meg sjálvan, vil eg siga, at eg eri pápi og maður, fakfelagsmaður, kavari, ítróttarmaður, tónleikari, seyðamaður, biksari. Aktivur, áhaldandi, áhugaður, forvitin og kappingarsinnaður. Eri útbúgvin datamatikari, havi akademiútbúgving í altjóða marknaðarføring, eri útbúgvin vinnukavari, og havi skeið í samráðingarteknikki. Mær dámar ikki at bíða ov leingi eftir úrslitum og svarum, og eg balli ikki mína meining inn í vakrar orðingar og frágreiðingar. Eg toli væl at fólk siga mær ímóti, og harvið fáa eitt kjak í gongd. Sum heild royni eg at fara við fólki, sum eg sjálvur vil, at tey skulu fara við mær. Eg havi vitan og styrki til at fáa ætlanir settar í verk og hugskot gjørd til veruleika. Við mær sum formanni í Starvsmannafelagnum fær tú eitt sterkt og fjølbroytt felag, ið hevur fokus á limirnar. Gott val. Niels á Reynatúgvu Avgerðin er tykkara Løn og ábyrgd skulu fylgjast, trivnaður á arbeiðsplássum skal í hásæti, og Starvsmannafelagið skal brúka sína ávirkan í samfelagnum. Tit eiga avgerðina og atkvøðuna - eg havi royndirnar. Starvsmannafelagiðfelag, ið fevnir víða. Við seinastu samráðingum megnaðu vit at fáa lønarhækking til allar limir, og lyft summar limir upp í hægri lønarbólk, og hesum skulu vit halda fram við. Men vit skulu stríðast hvønn dag, árið runt. Skrivstovufólk hægri løn Upprunin til Starvsmannafelagið, skrivstovufólkið, skal prioriterast til komandi sáttmálasamráðingar. Skrivstovufólkini eru starvsfólkini, sum sita við allari vitanini um alt; tey eru tænastufólk hjá tær og mær, tá vit hava brúka fyri teimum. Tey eru fólkini, ið vit fyrst síggja og hoyra, tá vit venda okkum til stovnarnar. Hetta eru fólkini, sum alla tíðina skulu renna skjótari, tí spart er inn í mergin, hetta eru starvsfólkini, sum taka ringastu lortaspannina frá ónøgdum viðskiftafólkum, men hetta eru eisini starvsfólkini við lægstu lønini. Og tað kann ikki vera rætt. Tí fari eg at stríðast fyri at bøta um lønarviðurskiftini hjá skrivstovufólkum; tit hava uppiborið betri. Av tí at vit fingu broytt viðurskiftini hjá øðrum lønarbólkum við seinastu samráðingar, er slóðað fyri, at onnur í lægri lønarflokkum eisini verða umflokkað, ella í minsta lagi fáa eina góða lønarhækking til komandi sáttmálasamráðingar. Hægri ábyrgd og hægri løn Fleiri limir í Starvsmannafelagnum sita við stórari ábyrgd úti á arbeiðsplássunum, men fáa ikki meira í lønarposan av teirri orsøk, tí arbeiðsgevarin heldur seg til minstulønina. Hetta má og skal broytast. Tað sigur seg sjálvt, at ábyrgd og løn mugu samsvara. Tí fari eg at arbeiða fyri, at fólk fáa løn samsvarandi teirri ábyrgd, ið tey sita við. Trivnaður og strongd Ein fortreyt fyri einum góðum og meiningsfullum arbeiði, er trivnaðurin. Trivnaðarkanning og kanning av strongd eru gjørdar. Úrslitini vóru í fleiri førum ræðandi, og tí er tað at fegnast um, at Arbeiðseftirlitið uppraðfestir arbeiðsorkuna, við at seta fleiri skikkað starvsfólk í starv. Hesi bæði álvarsmálini, trivnaður og strongd, hava eisini verið tvey av mínum hjartamálum. Eg fari at halda áfram við hesum arbeiðinum og gera mítt til, at trivnaðurin verður settur í hásæti á øllum stovnum og fyritøkum, og at tað framvegis verður arbeitt við at betra um arbeiðsviðurskiftini hjá limum felagsins. Almennu partafeløgini Almennu partafeløgini, har fleiri av limum felagsins arbeiða, eru ikki fevnd av almennu innlitislógini og fyrisitingarlógini. Tað merkir, at starvsfólkini ikki eru starvssett á jøvnum føti við onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini merkir tað, at ikki ber til at fylgja við hvussu feløgini arbeiða. Tað er púra burturvið, at feløg, sum tað almenna eigur, kunnu vera ein statur í statinum; tí mugu vit broyta lógina, so starvfólk verða javnsett og feløgini koma undir fyrisitingarlógina og innlitslógina. Arbeiðsgevarin og sáttmálaparturin er hin sami óansæð og tí eiga rættindi og skyldu eisini at vera tey somu. Starvsmannafelagið skal hava ávirkan á samfelagið Fakfelagsarbeiði hevur altíð havt mín stóra áhuga. Frá barnsbeini av havi eg lært hvussu umráðandi tað er at verja rættindini hjá løntakarum. Samhaldsfesti er fortreytin fyri, at arbeiðsmarknaðurin virkar til fulnar. Eg brenni fyri fakfelagsarbeiðinum. Tað er ikki bara til lønarsamráðingar, at vit skulu stríðast, men hvønn dag, árið runt. Tí er umráðandi við einum virknum og sjónligum felagi. Við mær sum formanni, kunnu tit vænta ein meira sjónligan formann bæði á politiska pallinum, í miðlunum og ikki minst millum limirnar. Hetta merkir ikki, at Starvsmannafelagið skal hava ein politiskan lit, men ein fakfelagslit. Vit skulu gera vart við okkum, tala at, rósa, samstarva og mótmæla. Vit eru ein týdningarmikil liður í demokratiska samfelagnum og mugu tí gera vart við okkum. Tað fer at gagna okkum øllum. Starvsmannafelagið er tykkara felag Rættuliga nógv mál koma inn til felagið. Ætlanin hjá mær er at stytta avgreiðslutíðina munandi, har tað ber til, so tað verður borið skjótari at. Eisini skulu vit hava fasta telefontíð til løgfrøðing, tryggingarráðgeva og sosialráðgeva eftir vanliga arbeiðstíð. Limirnir í Starvsmannafelagnum skulu altíð kenna tað soleiðis, at Starvsmannafelagið er teirra fakfelag. Tað skal verða attraktivt at verða limur í Starvsmannafelagnum, tað er her tú fær mest fyri limagjaldið. Felagið hevur eina ógvuliga góða og professionella umsiting, sum, saman við formanninum, tekur sær av øllum viðurskiftum hjá limunum. Verið eg valdur, fari eg at lata fyrisitingin taka sær av administriva partinum, í stóran mun. Hinvegin fari eg í høvuðsheitinum at taka mær av tí fakfelagspolitiska arbeiðinum. Tað merkir, at felagið verður sjónligari, bæði millum limir og úti í samfelagnum. Eg havi royndirnar, tit hava atkvøðuna Eftir nógv ár, sum aktivur fakfelagsmaður, fyrst sum álitismaður og síðani sum nevndarlimur, harav átta tey seinastu árini, sum næstformaður, havi eg fingið nógvar royndir. Eg havi altíð verið ein aktivur nevndarlimur, eri ikki bangin at taka ábyrgd og bjóða meg fram. Sum næstformaður havi eg eisini verið virkandi formaður í styttri tíðarskeið. Eg havi upparbeitt mær eitt gott netverk bæði her í Føroyum og í Norðanlondum. Eri í løtuni formaður í norðurlendska fakfelagssamstarvinum NTR, sum umboðar uml. 320.000 limir úr Norra, Svøríki, Danmark, Íslandi og Føroyum. Vit skulu millum annað standa á odda fyri norðurlendsku ráðstevnuni, sum verður í Føroyum í apríl. Alla tíðina, heilt frá fyrstan tíð, havi eg roynt at førleikament meg fyri at gera meg betur føran fyri at røkja uppgávuna, sum nevndarlimur og næstformaður. Eg havi millum annað skeið í Samráðingar- teknikki, Arbeiðsrætti, Starvsfólkaløgfrøði (HR), útbúgving sum Vaksinundirvísari frá LO skúlanum í Helsingør, útbúgving sum Konfliktloysari frá Center for Konfliktløsning á Frederiksberg og nú taki eg Akademiútbúgving í Leiðslu á Føroya Handilsskúla; eg mangli eitt modul av fimm áðrenn høvuðsuppgávuna. Við mær fáa tit ein formann, ið hevur praktisku royndirnar við fakfelagsarbeiði. Eg bjóði meg fram at stríðast fyri tykkum. Eg havi royndirnar, tit hava atkvøðuna. Limir Starvsmannafelagsins á endastigi Eftir áheitan frá limum havi eg valt at stilla upp til nevndarvalið í Starvsmannafelagnum hesaferð. Um meg sjálvan er at siga, at eg starvist á Teknisku deild á Landssjúkrahúsinum, havi verið álitisfólk í mong ár og eri 1. tiltakslimur í nevndini hjá Starvsmannafelagnum. Eg eri áhugaður í fakfelagsarbeiðinum hjá felagnum og meini at tað eru fleiri mál at taka hond um. Her kann nevnast eitt mál, sum eg serliga brenni fyri, og tað er lønarviðurskiftini hjá teimum limum felagsins, sum eru endaðir á endastigi í lønartalvuni, har tey síðan verða hangandi ár aftaná ár. Havandi í huga at hetta eru limir, sum við sínum áralongu royndum á arbeiðsplássinum hava vunnið sær vitan og førleikar, so er hetta ikki gott nokk, fyri ikki at siga órættvíst. Her eigur okkurt at henda. Sjálvur havi eg á fleiri fundum í felagnum víst á málið og heitt á nevndina um at fáa gjørt nakað við hesi viðurskifti, men enn er einki hent. Eisini eru ætlanir frammi um at fara í gongd við at gera nýggjar lønartalvur. Tað ljóðar áhugavert, og kundi eg væl hugsað mær at fingið møguleikan at verið við í tí arbeiðinum. Fari við hesum at biðja um tykkara stuðul til nevndarvalið á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum tann 5. mars 2016. Samanhald í fremstu røð Tíðarandin í samfeløgum rundan um okkum er, at fakfeløg skulu niðurlaðast í størri og størri mun. Valdið skal savnast hjá nøkrum fáum, so lættari gerst at stýra. Politikarar og arbeiðsgevarar fáa lættari teirra áhugamál ígjøgnum, tí teir duga at seta limirnar upp ímóti egnum fakfelag. Tað skal ikki vera nakað krav, at tú ert limur í nøkrum fakfelag á arbeiðsmarknaðinum. Tú skalt eiga alla lønina, tú forvinnur. Tað ljóðar sum søtur tónleikur í mongum oyrum, tí nógv er at gjalda hjá løntakarum; teir kunnu einki draga frá ella fáa eitt partafelag/virki at gjalda fyri seg. Kunnu vit sleppa undan at gjalda til fakfelagið, so eiga vit meira eftir í lønarposanum. Men, hvør skal arbeiða fyri teg, tá ósemjur stingast upp, ella tú heldur, at ov lítið er í lønarposanum, og tú tí vilt hava lønarhækking? Hvør skal hjálpa tær við at verja vunnin rættindir o.s.fr.? Í løtuni eru vit so heppin, at oljuprísurin er farin nógv niður, so tann útreiðslan hjá okkum løntakarum er munandi minni; men hvat gera landsins kosnu menn? Pengar mugu fáast í landskassan! Teir hækka avgjaldið á brennievni. Har fór so tann sparingin. Og nú verður tosað í ramasta álvara um, at nøkur vælbjargað skulu sleppa undan at gjalda fullan prís fyri el-orkuna, tí tað eru jú bert tey, ið hava ráð til tær íløgur, sum geva avslátturin. Hvør man rinda fyri hann? Við verandi sáttmála var ein lætti hjá okkum løntakarum at hóma, men leingi sluppu vit ikki at fegnast um hann, áðrenn avgjøld vóru løgd á okkum. Tað er tó at gleðast um, at ein lítil skattalætti kom til tey lágløntu og miðalløntu. Nú, tá teir tyngru lønarbólkarnir blivu lyftir upp, má tíðin vera komin til at lyfta teir lægru bólkarnar upp eisini. Vit mugu eisini hugsa um eftirlønina, sum nú er forskattað og áløgd eina skattahækking á 5%. Verður 15 % í eftirløn nøktandi í framtíðini? Grundupphæddin í fólkapensjónini verður skorin niður, og hvør veit, um ískoytið verður tað næsta. Eftir áheitan frá mínum starvsfeløgum, havi eg valt at bjóða meg fram at koma í nevndina, og at arbeiða fyri øllum limum felagsins í sama góða fakfelagsanda, sum Starvsmannafelagið stendur fyri. Eg eri 53 ár, búgvi á Skála, eri gift, eigi 3 børn og eitt ommubarn og arbeiði sum tannrøktari í barnatannrøktini hjá Tórshavnar Kommunu. Fakfelagsarbeiði hevur altíð havt mín stóra áhuga. Havi sitið tríggjar setur í nevndini hjá Tórshavnar kommunala starvsmannafelag (TKST), áðrenn samanleggingina við SF, mest av tíðini sum skrivari; eisini havi eg afturvendandi verið álitisfólk á mínum arbeiðsplássi í fleiri ár. Haraftrat havi eg verið í onkrum arbeiðsbólki hjá SF. Eg meti meg tískil hava ávísar førleikar til at bjóða meg fram sum valevni til nevndina í Starvsmannafelagnum. Okkara felag. Mítt og títt felag Eg vil hervið bjóða meg fram sum valevnið til nevndina í Starvsmannafelagnum. Eg haldi meg hava tær royndir og vitan, ið skal til fyri at vera við til at manna nevndina í felagnum, og eri ikki bangin fyri at siga tað, ið skal sigast, tá ið tað skal sigast. Starvsmannafelagið var har, tá ið eg hevði brúk fyri tí, og tí vil eg eisini vera har, um felagið hevur brúk fyri mær. Starvsmannafelagið er í dag eitt felag við gott 2.000 limum, ið hava omanfyri 300 ymisk starvsheiti. Eg havi sjálvandi mínar meiningar um, hvussu felagið skal virka og hjálpa sínum limum best. Tað er nakað nógv at lista tað upp í einum lesarabrævi, men í stuttum skal eg viðgera okkurt. Skilligt er, at í einum felagi við so nógvum limur, eru sera ymisk áhugamál - tað verið seg arbeiðs- og politisk áhugamál. Vit skulu so vítt sum gjørligt ikki blanda okkum í partapolitikk, men arbeiðsmarknaðarpolitikk skulu vit hava eina meining um. Vit mugu tryggja, at limir okkara hava best møguligu umstøður, og at gjaldið fyri gjørda arbeiði er rættvíst og á einum sovorðnum støði, at livast kann av tí. Vit mugu fyri alt í verðini sleppa undan, at vit her í Føroyum fáa nøkur fólk, ið kunnu metast sum fátæk. Hetta er vorðið eitt ikki óvanligt hugtak seinastu árini. Fólk, sum arbeiða fullan dag, men ikki fáa endarnar at røkka saman, fyri ta lønina tey fáa. Gjógvin millum rík og fátøk er tíanverri eisini víðka nógv her á landi. Tað er í dag ikki nokk bara at yvirliva, vit mugu eisini kunna liva. Tað finnist millum øll norðanlond ein sokallað dupultskattaavtala. Endamálið við henni er í høvuðsheitinum tann, at peningur bert skal skattast einaferð. Vit, limir í Starvsmannafelagnum, kundu gott brúkt eina sovorðna avtalu við Fíggjarmálaráðið. Skilt á tann hátt, at vit longu hava goldið skatt at tí peningi, ið er í okkara verkfallsgrunni. Og um vit fara í verkfall, verður peningurin, ið vit fáa útgoldnan, skattaður enn eina ferð. Hetta kann ikki vera rætt. Hetta mugu vit fáa gjørt eina avtalu um. Vit gjalda jú part av okkara egnu lønarhækking, um so kann sigast. Part av limagjaldinum skattafrítt, ella limagjaldið niður og útgjaldið skattafrítt. Hetta má verða eitt mál at arbeiða við. Eitt annað er flyting av fólki. Hvørja ferð vit fáa eitt nýtt Landsstýri, verða fólk og stovnar flutt - fara í tvíningar ella tað ið verri er. Tað kann ikki vera meiningin, at okkara limir enda sum bøndur í einum talvi, ið skal fáa samgonguna at ganga upp. Seinasta kanningin hjá Starvsmannafelagnum vísti klárt, at strongd er í ferð við at gerast ein trupulleiki hjá okkara limum og hetta bøtir ikki um. Tað má finnast ein meira smidligur háttur, enn hetta. Hetta skal samstundis verða ein áheitan til allar limir um, at møta á aðalfundi og gera sína stemmu galdandi. Tí um vit standa sama, so eru vit við til at mynda okkara arbeiðspláss og við til at gera Føroyar til eitt so gott land sum gjørligt, fyri okkum øll. Starvsmannafelagið er slóðarin Tá eg nú valdi at stilla upp til nevndarval hjá Starvsmannafelagnum er tað tí, at eg altíð havi verið áhugað í fakfelagsarbeiði og korunum hjá lønmóttakarum. Eg havi fylgt sera væl við, hvat rørir seg innan fakfelagsrørsluna og eisini í politiska landslagnum. Mangan havi eg sitið og verið ónøgd við, at meira ikki hevur verið gjørt til tess at vinna okkum betri sømdir og at fáa skapt størri vælvild um tað, sum hendir innan okkara øki. Á tí stóra politiska pallinum verða avgerðir tiknar, uttan at at vit á gólvinum yvirhøvur eru við. Sigast kann, at tá ið farna samgonga fyrilitarleyst fór at forskatta eftirlønir uttan at ráðføra seg við tey, sum høvdu uppspart hesar, gjørdist kosturin ov herskin fyri meg. Tað, sum eg tó einamest var mest vónbrotin av, var, at Starvsmannafelagið ikki meldaði greitt út, at felagið ikki góðtók hesa órættvísu gerð. Ivaleyst hevði landsstýrið kveistrað øll ráð til viks, men eitt felag við 2.000 eftirlønarognarum, sum vísir tenn, kundi kanska fingið onkran í farnu samgongu at rist í brókunum. Eitt, sum eg vil arbeiða fyri, er at fáa umbólkað starvsfólk, sum hava verið í sama bólki í fleiri ár; hetta kann og eigur at gerast meira smidligt. Eisini vil eg arbeiða fyri at fáa fleiri lønarstig í sáttmálan, so tey, sum hava verið standandi á sama lønarstigi í fleiri ár, fáa møguleikar at flyta seg uppeftir á lønarstiganum. Ein politikari segði so erpin, at hetta vóru bara gólvfólk. Men eingi hús kunnu nýtast uttan gólv er í, var kanska tað rættasta at siga. Eitt, sum kann betrast, er limarøkt. At vera um limirnar fær teir at gerast áhugaðar í felagnum og eisini at kenna seg sum virknan part av tí. Áhugin til at luttaka má birtast og styrkjast, og tað er eyðvitað ein uppgáva, nevndin má standa á odda fyri. Mín partur skal ikki standa eftir. Starvsmannafelagið keypti Vørðsluna, eitt spennandi prosjekt, sum er um at vera liðugt. Keypið gjørdist væl dýrari enn væntað, men ognin kann afturfyri skapa inntøkur til felagið við eitt nú leigumálum av avlopsplássi. Víðkaða ognin opnar fyri fjølbroyttum møguleikum - bæði fyri limum og eisini øðrum áhugaðum pørtum. Eg haldi, at ognararnir, t.e. limirnir eiga at vera spurdir um, hvussu teir halda, at ognin best kann gagnnýtast. Nevndin eigur at viðgera innkomin uppskot og so taka avgerðir, sum gagna flestu limum. Starvsmannafelagið stendur á odda í lønarsamráðingum, og skuldi hetta givið felagnum ein fyrimun. Hesin er ikki altíð brúktur til fulnar, men tað eigur og má hann til næstu sáttmálasamráðingar. Starvsmannafelagið leggur lunnarnar, felagið er slóðarin í fakfelagsrørsluni. At leiða slíkt felag og sita í nevndini krevur, at ein røkkur út til hvønn einstakan lim, lurtar og tekur avgerðir, sum øll kenna seg aftur í. Verði eg vald, vil eg gera alt til tess at røkka hesum setningi. Ein sterk fakfelagsrødd Gunnar Hjelm, valevni til nevndina. Ein sterk fakfelagsrødd stillar upp til nevndarvalið tann 5. mars 2016 Góðu tit øll, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Eg vil bjóða meg fram til, at umboða tykkum til komandi nevndarval tann 5. mars 2016. Eitt sovorðið val kemur ikki av sær sjálvum. Tí vil eg heita á tykkum, um at gera tykkara atkvøðu galdandi. Eg havi brúk fyri tykkara stuðli, um vit saman skulu røkka hesum máli. Eitt sindur um meg sjálvan Eri 51 ára gamal og búgvi í Havn. Eigi 3 børn, eri giftur Helen á Lakjuni og saman eiga vit Teu, sum er 2 ára gomul. Eg havi starvast í Danmark, sum portørur í 15 ár. Har var eg álitismaður fyri fleiri enn 100 portørum í uml. 4 ár. Tey seinastu 12 árini havi eg starvast innan Sjúkraflutningstænastuna í Føroyum. Í 3 ár arbeiddi eg sum ambulansaviðgeri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tey seinastu 9 árini havi eg starvast sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, har eg eisini eri varaálitisumboð fyri leiðsluna. Eg havi stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði, og vil eg lova tykkum, at vera ein eldsál fyri tykkara áhugamál, um tit velja meg inn í nevndina tann 5. mars. Eg vil gera mítt allarbesta fyri at fáa fakfelagsandan enn sjónligari, enn hann er í dag. Fakfelagsarbeiði liggur mær tætt inn at hjartanum, og vil eg arbeiða hart og konstruktivt fyri okkara limir. Hetta fyri at fáa tað úrslit limirnir hava uppiborið í gerandisdegnum. Samanhald gevur úrslit Eitt gott dømi uppá hvussu umráðandi tað er, at fakfelagsandin er í hásæti. Fyri fáum árum síðani tóku starvsfólkini á Sjúkraflutningstænastuni stig til at taka stríðið upp við Havnar Arbeiðsmannafelag, um at melda seg úr felagnum, og skifta yvir í Starvsmannafelagið. Hetta bleiv gjørt fyri at betra um okkara viðurskiftir innan okkara øki. Tað var ein harður kampur, men tað eydnaðist okkum, at gerast limir í Starvsmannafelagnum og fáa nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Her var eg ein av eldsálunum, fyri at fáa fakfelagsskiftið á mál. Tað sum eyðkendi okkum, var samanhaldið. Vit stóðu sterk saman um okkara mál og vildu ikki gevast og tað gav úrslit. Latið okkum standa sterk saman um felagið og ongantíð gloyma stríðsandan. Trý ár afturat - trý høvuðsmál Nú nevndarval er aftur, bjóði eg meg fram at umboða limir felagsins í trý ár afturat. Seinasta skeið hevur verið eitt spennandi skeið í nevnd felagsins, millum annað við sáttmálasamráðngum. Fyri fáum mánaðum síðani gjørdi felagið nýggjan tvey ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Ein tvey ára sáttmála, sum umframt eina lønarhækking, eisini hevði við sær, at fleiri fakbólkar vórðu lyftir hægri upp á lønarstigan. Tað eru kortini onnur viðurskifti, ið eg fegnist eins nógv um í nýggja sáttmálanum, og eydnast mær at fáa enn eitt skeið í nevnd felagsins, fari eg serliga at arbeiða við hesum trimum málum: Eina endurskoðan av lønarlagnum hjá fleiri starvsfólkabólkum Eitt betri arbeiðsumhvørvi Førleikamenning av øllum starvsfólkum Starvsmannafelagið legði í sáttmálasamráðingunum stóran dent á at fáa omanfyrinevndu trý viðurskifti við í sáttmálan, og partarnir hava nú bundið seg til at arbeiða við hesum málum komandi sáttmálaskeið. Arbeiðið við at endurskoða lønarbygnaðin hjá ymiskum starvsfólkabólkum á kommunala økinum byrjar beinanvegin, og ætlanin er at hetta arbeiðið skal vera liðugt áðrenn 1. oktober 2016. Sum dømi kunnu nevnast starvsfólk við tekniskum útbúgvingum og skrivstovufólk. Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri, at starvsfólk og leiðsla trívast. Í sáttmálaskeiðnum vilja partarnir seta fokus á at stimbra arbeiðsumhvørvi, undir hesum eisini sálarliga arbeiðsumhvørvið. Er arbeiðsumhvørvið ikki nóg gott - eitt nú sálarliga - kann hetta elva til størri sjúkrafráveru, mistrivna, at fólk fara úr starvi, og at arbeiðsuppgávur ikki verða loystar nóg væl. Staðfest verður í ískoytinum til semjuna millum Starvsmannafelagið og KAF, at felags eyðkenni fyri arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi er, at fylgjandi eyðkenni ganga aftur: Álit, sínámillum virðing og viðurkenning. Fyritreytin fyri hesum er eitt gott samstarv og leypandi samskifti millum starvsfólk og leiðslu. Í sáttmálaskeiðinum binda partarnir seg til at stuðla átøkum, ið fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi. Kunningarátøk skulu gerast hesum viðvíkjandi, vegleiðingar skulu gerast um strongd og sjúkrafráveru, ið raka nógvar av okkara limum, og álitisfólk skulu á skeið, hvussu tey kunnu fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi saman við starvsfólkum og leiðslu. Umframt arbeiðsumhvørvi skal serligur dentur leggjast á strategisku førleikameinningina av hvørjum einstøkum starvsfólki í hesum sáttmálaskeiðinum. Staðfest er, at tað er av alstórum týdningi fyri menningina av almennu fyrisitingini, og fyri at verða ein áhugaverdur arbeiðsmarknaður, at stovnarnir regluliga og áhaldandi stinga út í kortið, leggja ætlanir og førleikamenna starvsfólk samsvarandi. Á arbeiðsplássinum eru álitisfólkini bindiliðið millum leiðslu og starvsfólk og hava regluliga uppfylging við leiðsluna, um at strategiska førleikamenningin virkar eftir ætlan. Uppgávan hjá nevndini er at tryggja, at sáttmálin verður fylgdur, og komandi trý árini fari eg serliga at leggja dent á hesi trý omanfyrinevndu viðurskifti, ásannandi hvussu stóran týdning hesi hava fyri tykkum limir. Vísa tit mær álit á nevndarvalinum, eri eg til reiðar at fara eldhuga til verka. Er tað ikki strævið at koyra? Tað hevur verið afturvendandi spurningurin, síðani eg fyri hálvumøðrum ári síðani samdist við meg sjálvan um, at ein tilvera, sum í stóran mun snýr seg um at rinda lán, ikki appelerar til mín, og flutti á bygd. Tað merkir, at eg nú skal koyra eina løtu eyka hvønn dag. 25 minuttir hvønn vegin. Fyrstu túrarnir kendust drúgvir. Sami teinur frá a til b. Monotont, keðiligt og eitt sindur høpisleyst. Men so kom eg í tankar um, at hetta í veruleikanum er ein løta, ið eg eigi fyri meg sjálvan. Tíð, sum kann brúkast til júst tað, eg vil. Eitt frírúm. Brádliga læt fagri podcast-heimurin seg upp. Eitt ótømandi hav av sendingum um øll hugsandi og óhugsandi evni, sum kunnu njótast tá hugurin er til tess. Eri farin at lurta eftir fløgum aftur. Ikki bara einstøkum sangum men heilum verkum. Hevur tú tjekkað ta nýggju hjá Sufjan Steevens: Carrie & Lowell? Ómetaliga góð og skal hoyrast í síni heild. Kátir Kallar hava givið eina herliga fløgu út. Kendir føroyskir sangir í jazzbúna. Frálíkt. Og Currents hjá australska bólkinum, Tame Impala. Sum um Hall & Oates fóru í eina tíðarmaskinu og lendu í okkara døgum. Eminent. Aðruhvørja viku eru døturnar við á ferðini, og tá eru koyritúrarnir øðrvísi. Á morgni verður dagurin, sum liggur fyri framman, umrøddur, og á heimferðini venda vit tí, ið er hent. Onkuntíð spæla vit tónleik fyri hvør- jum øðrum. Nýggjastu popphittini ljóma úr teldlinum hjá elstu, og eg leggi nakrar eldri klassikarar á. Royni líkasum at bera arvin víðari. Okkurt hjá Leonard Cohen er, til mín stóru gleði, fallið í góða jørð um allan bilin, men Dio verður á baksetrinum hildin at vera beinleiðis kiksaður. Tað kendist sum eitt verbalt uppercut at fáa serverað. Hinvegin eri eg heldur ikki eri so bergtikin av øllum, sum Selena Gomez letur úr hondum. Støðan er 1 - 1. Hetta er tó góður heilivágur ímóti herviligu nostalgibasilluni, ið er ein støð- ug hóttan hjá fólki í mínum aldri. Tá smittan hevur fingið fastatøkur, byrjar sjúklingurin at dyrka alt, ið var modernað, tá hann var tannáringur. Brátt missir hann evnini at hoyra dygd í tónleiki, sum er yngri enn fimm ár. Eitt lítið rúm undir útvarpinum er nú á tremur við dimsum, sum tanntráður er spentur tvørturum. Nakað, sum ofta varð gloymt í gerandisdegnum, er vorðin ein natúrligur partur av koyrirutinuni. Næstan meditativt er tað. Eisini tannlæknin fegnast og var gávumildur við superlativum á míni seinastu vitjan í stólinum. Viðhvørt er bara friður. Einki samband er við fartelefon í løtuni. Tøgn. Kenni eg á mær, at pulsurin er í hægra lagi, verður 4, 7, 8-skipanin brúkt. Tað er doktari á lærda háskúlanum, Harvard, sum hevur ment hana, og hon riggar. Anda inn gjøgnum nøsina, meðan tú telur upp í fýra. Halt ondini og tel upp í sjey og blæs síðani út ígjøgnum munnin, meðan tú telur upp í átta. Endurtak nakrar ferðir og slepp øllum órógvandi tonkum. Nýtt menniskja tá venjingin er av. Og so alt, sum sæst gjøgnum bilrútin. Seyðurin, ið krokar í bussskýlinum Norði í Sundum, ravnaparið á Sandvíkum og ikki minst fossarøðin millum Sund og Kaldbaksbotn. Oftast fattir og ernir men stundum brúsandi og ótamdir. Onkrar keðiligar løtur kunnu koma fyri. Treyðugt so. Tú venur teg skjótt við, at hasarderaðar yvirhálingar eru gerandiskostur, at summi halda, at hóskandi frástøða frá tínum baklyktum er smáir tveir metrar og regluliga síggjast akførini, ið hava sett sær fyri, at 60 km/t er rætta ferðin uttanbýggja. Hetta eru góð høvi at venja tolsemi. Hyggjuráðini hjá fólki, sum koyra til Havnar, eru ikki at koma til høvuðsstaðin í tíðarskeiðnum 7.50 til 8.05 gerandisdagar. Tá er fullkomið og totalt ferðslukaos, ið kann fáa eitthvørt blóðtrýst upp í reyða feltið. Far frá húsum eitt lítið sindur fyrr, ella seinni, so gongur tað sum smurt. Er tað ikki strævið at koyra? Tvørturímóti. Koyritúrurin er gávan, sum blívur við at geva. Marni savnar fótbóltshagtøl Marni Mortensen í Hoyvík hevur seinastu 10 árini leitað ígjøgnum og skrásett ikki færri enn 17.000 dómaraseðlar, 7.000 leikarar, harav 2.500 við vangamynd, 2.000 dómarar og venjarar. Upplýsingar um alt hetta finnur tú á hansara heimasíðu, sum er knýtt at einum dátugrunni. Keldurnar, hann hevur nýtt, eru dómaraseðlar, skipanir og ársfrágreiðingar, og harafturat gerðabøkurnar hjá ÍSF og fleiri av feløgunum. Umframt hetta eru eisini tær ymisku fótbóltsbøkurnar komnar væl við eins og ymiskar føroyskar og útlendskar heimasíður og heimildarfólk millum leikarar, venjarar, dómarar og onnur. Við talgildingini hjá Landsbókasavninum av føroysku bløðunum gjørdist tað nú munandi lættari at leita har, sigur Marni. Saman við Eyðuni Lamhauge, sum hevur tikið sær av forritanini, eru skrásettir allir dystir, sum FSF setir útbúnar dómarar til. Tað verið seg í Effodeildini, 1., aðru og U18 deildini hjá monnum, kappingini um løgmanssteypið, U18 steypakappingina, Stórsteypið, og 1. deild og steypakappingini hjá kvinnum. Men ikki nóg mikið við tí. Á heimasíðu hansara finna vit eisini føroysku dystirnar hjá monnum og kvinnum í Evropa Cup, allar almennar landsdystir hjá kvinnum, monnum og ungdómsdeildum eins og føroyskar dómarar, sum hava dømt altjóða dystir. Marni sigur, at hann leggur stóran dent á bert at borðreiða við neyvum og sonnum upplýsingum, tí hann visti frá byrjan, at hendan heimasíðan fór at verða nógv brúkt sum grundarlag hjá eitt nú ítróttaskrivarum og øðrum við. Skrivstova hansara er stúgvandi full av øllum hugsandi og óhugsandi tilfari, sum hevur við fótbólt at gera. Marni ásannar, at hetta frítíðarítriv hansara fer við sera nógvari tíð, men tað er, sum vera man, áhugin sum drívur verkið, og so er eingin annar, sum fæst við júst hetta. Tað ger tað sjálvandi upp aftur meira spennandi, og hagtølini og myndirnar eru jú eisini partur av søguni hjá øllum føroysku feløgunum, sigur Marni. Hóast Marni fyrst av øllum tekur sær av at skráseta ymisk úrslit og og aðrar heilt konkretar upplýsingar um ymsu dystirnar, so er hann eisini áhugaður í at frætta okkurt søguligt frá teimum ymisku feløgunum.Og eldri myndir, serliga andlitsmyndir, hava stóran áhuga, men tað er aloftast lættari sagt enn gjørt. Hann vitjar bæði feløg og einstaklingar kring landið, og fær mangan bæði stuttligar og spennandi søgur at vita, men mangar av hesum eru ikki nóg neyvar til at hann kann brúka tær á heimasíðuni. Her skal bert vera fakta, slær hann fast. Marni greiðir frá at umframt tað, sum teir borðreiða við í dag, hava teir eisini spennandi framtíðarætlanir við FaroeSoccer. Teirra vón er, at Faroe-Soccer fer at vera ein miðstøð fyri álítandi hagtøl hjá øllum, sum hava áhuga fyri føroyskum fótbólti, ikki minst feløgunum, Fótbóltssambandinum, fjølmiðlunum og fjepparum. Sáttmálin skal haldast Tað er við eyðmjúkleika og stoltleika eg havi tikið við avbjóðingini at leiða Starvsmannafelagið komandi 4 árini, og vil eg her nýta høvi til at takka øllum tykkum mongu fyri stuðulin, eg fekk á formansvalinum 5. mars. At fara frá Kringvarpinum, sum eg havi verið knýttur at í næstan 31 ár, fyrst sum programteknikkari og síðani sum savnsvørður, og til formanspostin í Starvsmannafelagnum, er heilt hvør sítt. Eg fegnist um tíðina í Kringvarpinum, men eg gleði meg líka so nógv til avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman, og fari eg at gera alt eg kann fyri at røkja henda ábyrgdarfulla sess so væl eg kann. Eg gleði meg til gott og konstruktivt samstarv við nevnd, álitisfólk, limir og umsiting felagsins. Eg fari eisini at takka Selmu Ellingsgaard fyri tíðina tú, fyrst sum nevndarlimur og seinastu 8 árini sum forkvinna, hevur tænt felagnum. Tú hevur, saman við eini dugnaligari umsiting ført Starvsmannafelagið langt fram á leið. Vit eru øll tær takksom fyri tíðina og orkuna, tú hevur lagt í felagið, og vilja ynskja tær blíðan byr og alt tað besta. Tað er veruliga soleiðis at verða formaður í Starvsmannafelagnum, sum eg roknaði við tað fór at verða. Eg hevði ikki sitið í formansessinum leingi, fyrr enn eg kundi staðfesta, at tað mangan er langt millum teori og praksis, tá ið umræður sáttmálarnar hjá Starvsmannafelagnum. Starvsfólk verða sett í starv, uttan at álitisfólkini verða tikin við uppá ráð. Leiðslur leggja ætlanir um umleggingar, uttan frá byrjan av at ráðføra seg við álitisfólkini. Hetta samstundis, sum eg veit, at tað meira enn so kemur fyri, at álitisfólki verða lopin um í fyrstu tilgongini, tá ið trupulleikar taka seg upp á arbeiðsplássinum, sum kunnu enda við uppsagnum. Hetta kann ikki góðtakast og má fáa eina vend. Sáttmálin hevur greiðar ásetingar, sum skulu tryggja at álitisfólkini verða hoyrd og tikin við uppá ráð, tá ið fólk verða sett ella uppsøgd og broytingar verða gjørdar á arbeiðsplássinum. Starvsfólkini skulu takast við í ráðleggingina og verða hoyrd, og tað skal vera gjørt so væl skipað og í góðari tíð, at tað ikki bert verður ein formel kunning, har tey í roynd og veru onga ávirkan hava. Í august verður Starvsmannafelagið vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu, har evnið júst er leiðsla og medávirkan á arbeiðsplássinum. Um hvussu vit fáa leiðslur, sum taka sáttmálaásetingarnar um starvsfólk og medávirkan í størsta álvara. Har starvsfólkini verða tikin við uppá ráð, tá ið avgerðir verða tiknar og hava veruliga ávirkan á, hvussu avgerðirnar verða framdar í verki. Har praksis er í samsvari við orðini í sáttmálan, og at ásetingarnar um medávirkan ikki bert eru nakað, sum arbeiðsgevarin kemur í tankar um, tá ið allar avgerðirnar eru tiknar, og alt í roynd og veru er liðugt. Undir seinastu sáttmálasamráðing við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, varð avtala gjørd um, at partarnir í sáttmálaskeiðinum skuldu arbeiða fram ímóti eini nýggjari almennar lønarskipan. Fleiri onnur fakfeløg hava gjørt somu avtalu, og í onkrari av hesum avtalum stendur, at arbeiðið skuldi fara í gongd í vár. Men arbeiðið er ikki byrjað enn. Vit kunnu øll skjótt verða samd um, at núverandi lønarskipan er stirvin. Endamálið við eini nýggjari almennari lønarskipan má tí vera, at vit hava eina lønartalvu, har hædd verður tikin fyri starvsinnihaldi, útbúgving og førleikamenning. Tað er umráðandi, at struktururin er einfaldur og tó sigur so nógv sum møguligt. Tá ið spurt varð inn til nær arbeiðið kundi væntast at fara í gongd, bleiv stutt skriv sent til fakfeløgini, har boða varð frá, at Lønardeildin ikki hevði fólk og harvið arbeiðsmegi til at seta arbeiðið í gongd, og at hetta tí er útsett til í heyst. Eftir mínum tykki er tað brot á gjørdar avtalur, at arbeiðið ikki er fari í gongd enn. At gera eina nýggja almenna lønarskipan er eitt arbeiði, sum kemur at taka rúma tíð og krevur at arbeiðsmegi verður sett av til hetta arbeiði. Sjálvandi eru vit, sáttmálapartarnir, ikki samd í øllum. Og tað skulu vit heldur ikki vera. Men tað forðar ikki fyri einum góðum og konstruktivum samstarvi partanna millum, limunum og samfelagnum at gagni. Við hesum bjóði eg til framhaldandi gott samstarv. Fari at enda at ynskja øllum eitt gott summar. Gløggi skrivarin við heita fakfelagshjartanum Hon kallar ein spaka fyri ein spaka. Minnist betri enn tey flestu. Hevur eitt bankandi hjarta fyri samhaldsfesti. Kjakast um sáttmálar meðan hon vaskar vembur við Gjógv. Og sum blaðung fekk hon nevndina í Starvsmannafelagnum at standa skúlarætt. Eftir 25 ár elskar Anna Johannesen framvegis sítt starv sum skrivari í størsta fakfelagnum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Ein bóklingur í skríggjandi pink, Sáttmálar millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið 1991, liggur oman á einum bunka av pappírum. Har er eisini yvirlit yvir limagjøld 2016. Kontoplanur fyri bókhaldið. Hoyringssvar frá Fakfelagssamstarvinum um Talgildu Føroyar. Tilnevningarskriv til depilsráðið í Glasi. Nakrir gulir postit seðlar plaseraðir ymsastaðni á ørkum, heftum og telduskerminum. Hetta eru bara teir ovastu bunkarnir á ljósabrúna skrivaraborðinum hjá Onnu Johannesen. Toppurin á ísfjallinum Júst hesin blandaði bommpakkin av uppgávum er orsøkin til, at hon framvegis fegin fer til arbeiðis á skrivstovuni hjá Starvsmannafelagnum. Eg havi altíð sagt við meg sjálva, at tann dagin arbeiðið verður rutina, søki eg burtur. Men enn er tað sera fjølbroytt, og ongin dagur er líka, sigur Anna og klikkir við hvíta Starvsmannafelagspenninum. Tann 1. mai í ár vóru 25 ár liðin, síðan hon varð sett í starv sum skrivari hjá Starvsmannafelagnum. Ov sein at søkja Anna tugdi annars leingi upp á lýsingina hjá Starvsmannafelagnum - ov leingi. Tá hon tók seg saman at ringja og spyrja um starvið, var ov seint. Umsóknarfreistin var úti í gjár, vóru boðini í telefonrørinum. Ikki heilt eftir strongu fakfelagsbókini, ha? Eg veit ikki, hvussu man sum fakfelag hevði reagerað upp á hatta í dag, sigur Anna flennandi og ásannar, at 25 ár er long tíð. Anna fekk fakfelagsarbeiði tíðliga í blóðið. Áðrenn hon byrjaði í Starvsmannafelagnum, lærdi hon til skrivstovukvinnu hjá Hagstovuni, har hon var álitisfólk. Síðani starvaðist hon á advokatskrivstovu, har hon tók advokatskrivaraútbúgving. Bjóðaði nevndini av At siga ja og amen til alt liggur ikki til gjáarkvinnuna - heldur ikki ta yngru útgávuna. Í 1985 kallaði Anna saman við tveimum øðrum limum í Starvsmannafelagnum - Jákup Danielsen og Bergi Dam - inn til eykaaðalfund. Tey vóru ónøgd um, at nevndin hevði sett alla lønarhækkingina í tvey ára sáttmálanum á eftirlønina og vildu hava eykaaðalfundin at broyta avgerðina. Vit hildu, at limirnir sjálvir skuldu sleppa at avgera, um teir vildu hava hækkingina á lønina ella eftirlønina. Tað kundu tey hjá Postfelagnum. Málið hjá Annu og teimum fall, men bara við einari atkvøðu. So nevndin hevði ikki størri uppbakning enn so, sigur Anna og leggur aftrat, at fleiri í nevndini vóru sera firtin um, at tey høvdu dittað sær at bjóða nevndini av. Rabundus Fundur við løgmann. Katastrofal støða. Hvat kann gerast fyri at bjarga tí sum bjargast kann. Soleiðis stendur við myrkabláari hondskrift ovast í vinstru síðu í svørtu notatbókini hjá Annu. Eitt notat frá kreppufundi við táverandi løgmann, Maritu Petersen. Eg havi altíð sagt við meg sjálva, at tann dagin arbeiðið verður rutina, søki eg burtur. Men enn er tað sera fjølbroytt, og ongin dagur er líka væl svarta 6. oktober 1992, tá Sjóvinnubankin fór. Starvsmannafelagið helt til á Tinghúsvegnum, og Anna skuldi út eitt ørindi tíðliga seinnapartin. Eg hevði ikki hoyrt útvarpið tann dagin. Eg møtti Jógvan Asbjørn Skaale, sjónvarpsstjóra, á Tinghúsvegnum. Hann segði, at nú vóru bankarnir farnir á heysin. Anna kvikaði sær inn aftur á skrivstovuna. Jákup Danielsen, sum tá var formaður, spurdi hvussu nógvar pengar felagið átti í bankanum. Eg segði honum, hvussu nógv vit áttu, men visti samstundis, at vit kundu ikki stilla okkum upp í bíðirøð eftir pengunum. Anna var sum nógv onnur kløkk og ovfarin av, at bankin fór á húsagang. Eg hevði ikki ímyndað mær, at bankin kundi fara á heysin. Og so komu tankarnir. Tí hvat kundi ikki fara, tá bankarnir fóru. Árið eftir var støðan so ring, at løgmaður knappliga ein dagin boðsendi øllum fakfeløgunum á fund úti í Tinganesi klokkan 13. Vit vistu ikki, hvat tað var. Eg minnist, at øll fakfelagsumboðini stóðu fram við vegginum á skrivstovuni, og at fyrstu orðini hjá Maritu Petersen eru, at hetta er ein katastrofal støða. Á fundinum greiddi løgmaður millum annað frá, at 290 milliónir vóru í halli á fíggjarlógini, og at landsstýrið fór at leggja uppskot fyri løgtingið, sum avmarkar lønarhækking og príssteðg. Føroyar vóru rabundus, sum hon málbar seg. At støðan var sera, sera álvarsom, stóð púra greitt fyri øllum. Ongin segði nakað. Ongin spurdi. Ongin mótmælti. Og so fóru øll avstað. Haldi vit øll tóku so hjartaliga synd í henni. Niður í løn Og nógvir kamelar skuldu svølgjast komandi tíðina. Størsti bitin var, at øll skuldu 10 prosent niður í løn. Vit skuldu velja millum hetta, ella at fleiri hundrað fólk mistu starvið. Tað endaði tó við einum 8,5% lønarniðurskurði. Av hesum fóru 4,25% av lønini og restin av eftirlønini, sum tá bara var 5,5%. Við hesum minkaði eftirlønin niður í næstan onki. Tað er sera trupult at siga í dag, um tað var rætt at geva seg inn undir treytirnar hjá landsstýrinum, heldur Anna. Sæð í bakspeglinum var tað kanska skeivt at góðtaka lønarniðurskurðin, tí tað var eitt øgiligt baks at fáa lønina upp aftur á sama stig sum frammanundan. Tað skuldi taka níggju mánaðir, men tók fimm ár og eitt drúgt verkfall. Tað var kontroversielt at seta lønina niður, men hetta var veruleikin, vit stóðu í tá. Alternativið var, at hundraðtals fólk mistu starv og hús. Og vit kundu havt mist enn fleiri fólk av landinum, um vit ikki gjørdu hesa avtaluna. Hóast beiska stríðið um lønina, kom tó okkurt gott burturúr avtaluni við landsstýrið, heldur Anna. Afturfyri at fara niður í løn fingu fakfeløgini størri ávirkan á, hvussu teir ymsu stovnarnir vórðu riknir. Avtala varð gjørd um samstarvsnevndir mannaðar av starvsfólkum og leiðslu til at viðgera týðandi broytingar á stovninum. Og haraftrat fingu fakfeløgini hoyringsrætt, tá starvsfólk skulu sigast úr starvi. Sera týdningarmikil rættindi, spyrt tú Annu. Bestu og ringastu sáttmálarnir Sum felagsskrivari skal Anna millum annað taka sær av øllum samskifti rundan um nevndina og syrgja fyri, at samtyktirnar hjá nevndini verða settar í verk. Eisini hevur hon alla fíggjarligu ábyrgdina og tekur sær av samskiftinum við sáttmálapartarnar. Anna hevur verið við til allar sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsmannafelagnum seinastu 25 árini. Summir sáttmálar hava verið góðir, meðan aðrir eru gjørdir við sera ringum smakki í munninum. Botnkarakter fáa sáttmálarnir undir kreppuni við lønarniðurskurði og tí sum hartil hoyrdi. Og fintan um sundurbýting av lønarhækkingini í 2012 var avgjørt ikki nakað, sum Anna er errin av. Sáttmálin, sum fær breiðasta smílið fram, er tann í 2001. Hesin sáttmálin hevði eina nýggja lønarskipan, sum lyfti lønarlagið upp. Lønarskipanin hevði við sær, at tað gjørdist skjótari hjá limunum at koma upp á endalønina. Fyrr tók tað 18 ár, nú bara sjey ár. Hetta gevur samanlagt eina hægri lívsløn, slær Anna fast. Eisini sáttmálin í 2006 var fínur. Ein fýra ára sáttmáli við trimum prosentum í árligari lønarhækking seinastu trý árini. Eitt tíðarskeið sum varð merkt av fíggjarkreppu. Her kom tað sera væl við, at sáttmálin var langur. At eftirlønin kom upp á 15 prosent er eisini við til at gera hendan sáttmálan til ein av yndissáttmálunum hjá Annu. Talgilding tekur størv Tá tað snýr seg um áhuga fyri fakfelagsarbeiði, kundi Anna gott hugsað sær størri eldhuga millum fólk. Tí hetta er versnað við árunum. Hygg bara á Vaglið 1. mai, sigur hon við einum skeivum smíli. Á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum er eisini ov tómligt. Men vit hava tað gott, leggur hon hugsunarsom aftrat. Havi møtt starvsfeløgum á altjóða ráðstevnum, sum greiða frá, hvussu tey við lívinum sum innsatsi fara til arbeiðis fyri at tryggja limum faklig rættindi. Tað er ómøguligt at seta seg inn í, hvussu tað er at liva undir slíkum umstøðum, men tað setir tilveruna í perspektiv, og hvørjar avbjóðingar vit hvør í sínum lagi hava. Tað er framvegis harðliga brúk fyri fakfeløgunum at stríðast fyri rættindunum á arbeiðsmarknaðinum. Tað er lætt at bróta ein svávulpinn. Men hevur tú 10 svávulpinnar, eru teir torførari at bróta. Ein tann størsta avbjóðingin hjá Starvsmannafelagnum næstu árini er at bøta um karmarnar hjá skrivstovufólkunum. Bæði tá tað snýr seg um løn, men eisini á øðrum økjum. Vanligu skrivstovustørvini eru nevniliga farin at fækkast orsakað av øktari talgilding og akademisering. Ein bólkur situr og arbeiðir við talgilding næstu trý árini. Og vit síggja, hvat hendir í grannalondunum. Vit kunnu ikki berjast ímóti hesum rákinum, men heldur flyta okkum við tí, heldur Anna. Nógv skrivstovustørv hvørva og verða sett aftur við fólki, sum hava hægri útbúgvingar. Men tað tykist vera trupult hjá limum í Starvsmannafelagnum, sum hava nomið sær til dømis bachelorútbúgving ella aðra førleikamenning, at fáa meira í lønarposan. Fara somu fólk í annað fakfelag, tykist ongin trupulleiki vera hjá arbeiðsgevaranum at lata teimum lønarhækking. Sera løgið, heldur Anna. Hon fegnast um, at arbeiðið at gera nýggja lønarskipan fyri almenna arbeiðsmarknaðin byrjar í heyst. So fáa vit vónandi rættað uppá hesi viðurskifti. Ein onnur stór avbjóðing hjá fakfelagsrørsluni er strongd, vísir Anna á. Sambært heimsheilsustovninum, WHO, verður strongd ein fólkasjúka í 2020, so her er veruliga ein uppgáva hjá fakfeløgunum at taka sær av. Slakt og sáttmálar Hennara egna privata medisin móti strongd og at hvíla heilan eru rennitúrarnir við Bragdinum og venjing í Faroe Fitness tvær ferðir um vikuna. Og so ikki at forgloyma heimbygdina, Gjógv, har hon og familjan hava seyð og jørð. Hoyggja upp á gamlan máta, velta eplir og fáast við slakt. Balsam fyri sálina eftir hektiskar arbeiðsvikur í Havn. Tá eg var yngri, ynskti eg hetta ofta av tramanum til. Men nú er tað familjuhugni. Ikki tí, arbeiði og slakt kunnu gott ganga upp í eina hægri eind viðhvørt. Anna sigur, at hon mangan hevur staðið millum vemburnar við Gjógv og tosað í telefon við stovnsleiðarar um tulking av sáttmálum. Dugir man so sáttmálan uttanat eftir 25 ár í felagnum? Næstan, kemur tað við einum beskeðnum smíli. Ókey, hvat stendur í grein 23? Tað man vera um eykaarbeiði ella meirarbeiði. Ikki heilt av leið. Grein 23 snýr seg um meirarbeiði, meðan grein 24 fevnir um sjálvboðið eyka arbeiði. Tað hevur sínar fyrimunir, at onkur persónur hevur verið leingi í felagnum, ásannar Anna. Onkur sum kennir søguna og viðurskiftini fyrr. Fólk koma, og fólk fara. Tað er gott at onkur er, sum minnist, hvar vit komu frá. Spurningurin er so, um Anna Johannesen ætlar sær at taka 25 ár aftrat í felagnum. Tað kemur ann upp á, hvussu høgt tey fara at seta pensjónsaldurin, flennur hon. Gott samstarv hóast ósamd Sjálvandi eru vit, sáttmálapartarnir, ikki samd í øllum. Og tað skulu vit heldur ikki vera. Men tað forðar ikki fyri einum góðum og konstruktivum samstarvi partanna millum, limunum og samfelagnum at gagni. So við hesum bjóði eg til framhaldandi gott samstarv, segði Súni Selfoss, nývaldi formaðurin í Starvsmannafelagnum, tá vaktarskiftið á ovastu rók í felagnum fór fram. Súni, sum hevur verið næstformaður øll hesi átta árini, Selma Ellingsgaard var forkvinna felagsins, hevði alt gott at bera umsitingini. Við tí í huga segði hann seg ikki bera nakran ótta, nú hann sjálvur skuldi taka við sum formaður. Uppgávurnar eru mangar í einum felag, sum fevnir so mangar limir á so mongum starvsøkjum; økjum, sum telja ikki færri enn 300 starvsheiti við sáttmálapørtum innan Fíggjarmálaráðið, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fráfarnu forkvinnuni hevði formaðurin alt gott at bera. Ein ógvuliga vitug kvinna, sum veit ómetaliga nógv um nærum øll samfelagsviðurskifti, sum altíð hevur verið semjusøkjandi og tí altíð hevur hildið fast uppá tingini til semja varð funnin, sum báðir partar kundu liva við. Av røttum kundi Súni ásanna, at ein nýggj tíð stendur honum fyri framman, eftir at hava starvast á sama arbeiðsplássi - Kringvarpinum - í stívliga 30 ár. Hann fegnaðist um tíðina har, men fegnaðist eins nógv um nýggju avbjóðingarnar, sum hann fór at gera alt fyri at røkja á ábyrgdarfullan hátt. Afturat formanninum vórðu vald í nevndina Niels á Reynatúgvu, Svend Åge Seloy, Hilmar Augustinussen, Jóngerð Simonsen. Tey bæði seinastu eru nývald Tó hevur Hilmar Augustinussen áður sitið í nevndini. Til varalimir vórðu vald Alma Hansen og Harald H. Haraldsen. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Niels á Reynatúgvu sum næstformanni. Hann sat í nevndini frammanundan og hevur eitt ár eftir av sínum valskeiði. Bjørg ársins álitisfólk Á aðalfundinum varð Bjørg Jacobsen kosin ársins álitisfólk. Bjørg arbeiðir sum samskipari á marknaðar- og produktiónsdeildini á Føroya Tele. Nevndin í Starvsmannafelagnum, sum velur ársins álitisfólk, sigur í grundgevingunum at Bjørg hevur í virki sínum sum álitisfólk samvitskufult og ábyrgdarfult røkt starvið og talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfeløgum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini. Ráðstevnan stuðlaði ungfólki við krabbameini Endaliga praktiska verkætlanin hjá lesandi læknaskrivarunum, sum var at skipa fyri einu ráðstevnu, tænti ikki bert endamálinum at varpa ljós á viðkomandi viðurskifti hjá ungum við krabbameini, men gav eisini eitt gott fíggjarligt ískoyti til áhugafelagsskapin hjá teimum ungu krabbameinsraktu. Laura Farsø Jacobsen og Laila Jacobsen eru um at vera liðugt útbúnar sum læknaskrivarar. Í sambandi við eina endaliga praktiska verkætlan skipaðu tær, saman við lestrarfeløgum sínum á Handilsfakskúlanum í Odder, í februar fyri ráðstevnu, hvørs evni var ung við krabbamein. Hugskotið til evnið fingu tær, tá tær frættu um felagsskapin hjá ungum við krabbameini, sum ger eitt stórt upplýsingararbeiði, men sum hevur ógvuliga torført at fáa til vega fígging til sítt arbeiði. Harafturat var um sama mundi skipað fyri einum degi, hvørs høvuðsendamál var at varpa ljós á krabbamein um allan heimin. Laura og Laila greiða frá, at bæði Børnecancerfonden og Ung kræft eru undirfeløg hjá Kræftens Bekæmpelse, men at munandi minni ljós verður varpað á ung við krabbamein í mun til børnini. Tí valdi teirra flokkur at fyriskipa ráðstevnuna um hetta evni. Í bólkinum Ung Kræft eru ungfólk millum 15 og 39 ár. Krabbameinsrakt í hesum aldri hava aðrar avbjóðingar enn børnini og tey eldru, og tað var um hesi viðurskifti og avbjóðingar, teir fimm fyrilestrarnir á ráðstevnuni snúðu seg um. Tey, sum hildu fyrilestrar, vóru frá danska sjúkrahúsverkinum, ungfólk við krabbameini og umboð fyri Ung Kræft. Laura og Laila lata sera væl at, hvussu tiltakið við ráðstevnuni gekk, og sum flokkur teirra eisini fekk mong herðaklapp fyri. Høvuðsuppgávan hjá teimum lesandi var tó ikki bert at fáa til vega fyrilestrarhaldarar, men eisini at skipa fyri ráðstevnuni frá fyrst til síðst. Ráðstevnan skuldi eisini hanga saman fíggjarliga, og tí lata tær væl at. Umframt peningaligan stuðul, eitt nú frá Starvsmannafelagnum, fingu tær eisini ymiskar lutir, sum vórðu seldir á uppboði, umframt at tær skipaðu fyri kappingum á Facebook. So mikið væl vignaðist, at tá avtornaði kundu tær lata 40.000 krónur til felagsskapin Ung Kræft. Stórur tørvur Útbúgvingin sum læknaskrivari gongur yvir tvey ár um tey lesandi frammanundan hava eina 3 ára miðnámsútbúgving. Tríggjar ferðir tríggjar vikur, og eina ferð fýra, á skúlabonki og restina av tíðini á ymiskum deildum á sjúkrahúsi. Í Føroyum fer praktiski parturin av útbúgvingini fram á Landssjúkrahúsinum. Laura og Laila hava nú bert eftir at verja sína skrivligu yrkisroynd, sum tær hava latið inn. Síðani hava tær bert nakrar vikur eftir av praktikkini, til tær kunnu kalla seg útbúnir læknaskrivarar og byrja í starvi sum slíkar. At fáa arbeiði sum læknaskrivari er eingin trupulleiki, tí teimum er stórur tørvur á. Tveir nýggir næmingar byrjað uppá útbúgvingina í september. Ein varskógvaraskipan hevði verið gagnlig. Ein lógarfest varskógvaraskipan, har alment sett ónevnd kunnu fráboða óregluligt virksemi á sínum arbeiðsplássi, hevði avdúkað viðurskifti, sum annars ikki høvdu komið fram. Hetta er niðurstøðan í høvuðsritgerð um whistleblowing í Føroyum, sum tær báðar, Anly Sandberg Joensen og Marin Karlsdóttir, hava skrivað við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Tær hava kannað tørvin á eini whistle-blowingskipan í Føroyum. Útgangsstøði er uppskotið til samtyktar um eina varskógvaraskipan, sum Kristina Háfoss legði fram, tá ið hon sat sum tingkvinna í andstøðu. Tað uppskotið fall, men sitandi samgonga ætlar at leggja uppskot fram um varskógvaraskipan. Tøgnin valdar Sambært høvuðsritgerðini aftra alment sett í Føroyum seg við at varskógva. Atvoldin er helst, at starvsfólk ivast í rættindum sínum og óttast avleiðingarnar. Tað kann hava serliga álvarsligar avleiðingar - bæði persónliga og starvsliga - at gera eitt whistleblow í Føroyum, tí viðurskiftini eru so smá her á landi, staðfestir ritgerðin. So tørvurin er til staðar. Royndirnar í grannalondunum benda á, at dulnevndar varskógvarskipanin hava fingið óreglusemið fram í ljósmála. Tryggjast móti avleiðingum Løgfrøðingarnir halda, at tað kann vera ein fyrimunur at lóggeva á økinum, eins og tey hava gjørt í til dømis Norra og Grønlandi, so at rættarstøðan verður greið. Í hesum sambandi hevur tað týdning við reglum, sum tryggja, at starvsfólk ekkaleys kunnu boða frá illgruna um óreglusemi, uttan at óttast fyri starvsligum avleiðingum, stendur at lesa í ritgerðini. Økja inngjaldið og betra um útgjaldið Áregluliga aðalfundinum hjá Samlagstryggingargrunni Starvsmannafelagsins boðaði formaðurin frá, at grunnurin seinnu árini hevur staðfest eitt hall í rakstrinum á hvørjum ári. Hetta kom tó ikki óvart á. Orsøkin er, at tá aðalfundurin fyri 2010 avgjørdi, at inngjaldið til grunnin skuldi lækkast við einum triðingi - úr hálvumøðrum prosenti í eitt prosent av lønini, ið ein fær - varð eisini greitt, at hetta vildi hava við sær rakstrarhall. Hetta eisini tí at tryggingarnar, ið grunnurin keypir vegna limirnar, samstundis vórðu øktar. Høvuðsorsøkin til at aðalfundurin samtykti at minka um inngjaldið var, at tað samstundis varð samtykt, at sonevnda lokaupphæddin hvørvur úr tryggingarskipanini í 2027. Longu áðrenn aðalfundurin samtykti broytingarnar var sostatt greitt, at avgerðin um at minka inngjøldini kom at hava við sær, at grunnurin, komandi árini kemur at hava eitt undirskot í rakstrinum og tí kemur at eta av grunnafænum. Hetta kalkuleraða hall kemur at halda fram til lokaupphæddin er heilt horvin úr skipanini. Tá lokaupphæddin er burturi, kemur grunnurin bert, á samhaldsføstum støði, at keypa ymsar tryggingar vegna limirnar. Í 2015 gjørdist úrslitið hjá Samlagstryggingargrunninum so eitt hall uppá 4,9 milliónir í mun til eitt hall uppá 8,5 milliónir krónur í 2014. Meginparturin av inntøkunum hjá grunninum eru inngjøldini frá limunum, meðan bert ein lítil partur eru fíggjarinntøkur. Og hesar hava verið sera svikaligar seinnu árini. Formaðurin ásannaði at tað kanska tykjast kostnaðarmikið at keypa sær tryggingar, men at ein altíð skal samanbera kostnað og tað, ið fæst fyri peningin. Tað er jú so, at Samlagstryggingargrunnurin bert er lítil, men týdningarmikil, partur av samlaða eftirlønar- og tryggingarkonseptinum hjá Starvsmannafelagnum. Av teimum samlaðu prosentunum, sum fara til eftirlønar- og tryggingargjald, fer bert eitt prosent í grunnin at keypa ymsar tryggingar fyri, meðan restin fer í persónliga eftirlønarpartin. Fremsta virki hjá Samlagstryggingargrunninum er at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Hóast vit kunnu siga, at skaðagongdin hevur verið rímilig, um vit seta hana í mun til samlaða limatalið, so er tó einki ár uttan skaða. Einki at ivast í, at besta gongdin hevði verið, um skaðar ikki komu fyri, men vónin er, at tann hjálpin, ið grunnurin veitir, møguliga kann vera við at linna um hjá teimum, ið hava verið fyri sjúku ella deyða, segði formaðurin. Í fjør doyði ein av limum okkara og fýra limir fingu gjald í sambandi við at teir høvdu mist makan. Talið av staðfestum hættisligum sjúkum var 16 og fingu 10 limir veitta gjaldsundantøku vegna sjúku ella skaðar. Møguleikin fyri gjaldsundantøku kom í lag aftaná viðtøkubroytingarnar í 2010. Hesar høvdu við sær, at grunnurin eisini átekur sær at veita limum, ið gerast óarbeiðsførir, gjaldsundantøku, so at hesir framhaldandi kunnu varðveita limaskapin i grunninum og verða fataðir av teimum tryggingum, ið grunnurin keypir. Vit mugu aftur í ár staðfesta, at gjøldini eru væl givin út. segði formaðurin. At talið av skaðaraktum er høgt, setur eisini grunninum størri krøv. Bæði tá tað kemur til sjálvan raksturin, men eisini til hvørjar tryggingar grunnurin keypir. Arbeitt hevur verið við møguleikanum at hækka útgjøldini, bæði við hættisliga sjúku hjá tí einstaka liminum og við sjúku hjá børnum. Í formansfrágreiðinginin varð staðfest, at grunnurin enn ikki er dugnaligur nokk at siga frá hvørjir møguleikar limir hava. Tað kemur tíverri fyri, at limir ikki tykjast vita, at teir eru tryggjaðir og tí ikki gerast varur við hetta, fyrr enn fyrningartíðin er farin. Starvsblaðið og heimasíðurnar hjá felagnum og hjá LÍV hava verið nýtt sum kunningarmiðlar, og trygging og eftirløn eru aftrat hesum fastir tættir í útbúgvingini hjá álitisfólkunum. Ásannandi at grunnurin ikki hevur rokkið øllum enn, arbeiða Samlagstryggingargrunnurin og LÍV við kunningarstrategi, ið vónandi kann hava við sær, at eingin dettur niður millum. Útgjørld Størsti einsæris útgjaldsposturin hjá Samlagstryggingargrunninum er framvegis lokaupphæddin. Í 2015 varð lokaupphædd útgoldin 52 limum, sum tilsamans fingu góðar 4,8 milliónir krónur. Lokaupphæddin hevur øll árini verið 100.000 krónur, men tá niðurlaðingin tekur við, fer upphæddin at minka við 10.000 krónum hvørt ár. Fyrst niður í 90.000 og síðani javnt minkandi niður í 10.000 krónur, ið verður upphæddin, ið tey, sum eru tey seinastu, ið fáa lokaupphædd útgoldna, fáa. Frá í ár og fram til 2026, ið er seinasta ár at lokaupphædd verður útgoldin, verða tað annars, við støði í verandi limaskara, 590 starvsmannafelagslimir, ið røkka pensjónsaldur. Samlagstryggingargrunnurin arbeiðir eftir teimum somu prinsippunum, sum Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðargrunnurin. Tað vil siga, at øll gjalda eitt ávíst prosentgjald av lønini inn í grunnin, men útgjaldið er tað sama í krónum fyri tann einstaka. Um hetta er rættvíst ber sjálvsagt altíð til at kjakast um, men júst hetta hevur við sær, at tryggingargjaldið ikki er óneyðuga tyngjandi fyri tær lægru lønirnar. Økja inngjaldið Á aðalfundinum í fjør varð gjørt vart við, at tað er sera ivasamt um samlaða inngjaldið kemur at nøkta tørvin, sum framtíðin hevur við sær og at tað tí verður neyðugt at hækka inngjaldið eitt vet. Mælt varð til, at grunnurin skuldi heita á Starvsmannafelagið, sum jú hevur samráðingarrættin vegna limirnar í grunninum, at taka avgerð um hetta, so til bar at tillagað virksemið til broyttu umstøðurnar. Hesum tók aðalfundurin undir við. Nevndin í Starvsmannafelagnum hevði sum part av samráðingunum í fjør ynski um at hækka inngjaldið til tryggingarnar. Hetta bar ikki til og var inngjaldið tí verandi 1 prosent. Sambært reglugerðina fyri grunnin er tað nevndin í Samlagstryggingargrunninum sum gevur Starvsmannafelagnum tilmæli um, hvussu stórur partur av tí samlaða prosentgjaldinum til eftirløn skal fara í grunnin. Fyri at betra um tryggingarnar mælti nevndin til, at inngjaldið varð sett 1,5% so útgjaldið við hættisligar sjúkur bæði hjá børnum og vaksnum verður økt krónur 150.000. Aðrir møguleikar vórðu eisini umrøddir. Í formansfrágreiðingini varð millum annað sagt at í vísuni um Ólav Riddararós verður tikið til: Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, og at støðan hjá grunninum í ávísan mun kundi samanberast við hetta. Møguleikarnir eru fleiri enn tveir, men eingin er mjúkur. Nevnt var at tað til dømis bar til at minka um útreiðslurnar við at: Skera hjúnafelagsveitingina burtur Minka lokaupphæddina yvir færri ár - 20.000 hvørt árið Minka lívstryggingarútgjøldini - 700.000 niður í 500.000 o.s.fr. Minka veitingar hjá vaksnum við hættisliga sjúku - niður í 50.000 Aðalfundurin samtykti at heita á Starvsmannafelagið um at áseta inngjaldið til 1,5 %, sum so aftur skuldi setast niður í 1 prosent tá fíggjarumstøðurnar vórðu batnaðar. Broyting í nevndini Á aðalfundinum takkaði Selma Ellingsgaard fyri seg sum nevndarlimur. Hon hevur, tey átta árini, hon hevur sitið sum forkvinna í Starvsmannafelagnum, eisini verið limur í nevndini fyri Samlagstryggingargrunnin. Í hennara stað kemur nýggi formaður felagsins, Súni Selfoss. Hinir báðir nevndarlimirnir, Jákup Danielsen og John Kjær, stóðu báðir fyri vali og vóðu báðir afturvaldir uttan mótvalevni. Formaðurin takkaði Selmu fyri fyrimyndarligt arbeiði tey árini hon hevði havt sæti í grunnanevndini og vónaði at hon framvegis vildi koma við íkasti til teir, ið nú mannaðu nevndina. Sosialráðgevarafelagið Málsetningur felagsins er at skapa karmar fyri samskifti millum limirnar, styrkja fakliga samleikan hjá sosialráðgevarum, ávirka samfelagsgongdina út frá sjónarhorninum hjá sosialráðgevanum og at vera við í samfelagskjaki um sosialan ójavna. Okkara størsta avbjóðing í dag er helst, at vit ikki eru nóg sjónlig í samfelagnum og í samfelagskjakinum, hóast vit sum sosialráðgevar hava eina stóra vitan á sosiala økinum. Eitt nú um fátækramarkið, integratión av útlendingum og onnur evni, sum hava verið nógv umrødd seinastu árini, sigur Jacoba Juulsdóttir Jacobsen, forkvinna felagsins. Forkvinnan sigur, at onnur ongan sosialráðgeva longur hava í starvi. Hevur hetta stórar avleiðingar fyri sjúklingarnar, tá ræður um sosialar veitingar, bústað og sosiala ráðgeving, sigur Jacoba. Upprunaliga vóru føroyskir sosialráðavarar limir í danska felagnum fyri sosialráðgevarar, men av tí at avtaluviðurskifti við føroyskar myndurgleikar vóru øðrvísi enn í Danmark, varð avgerð tikin um at stovna egið føroyskt felag, sum hevði sín stovnandi aðalfund 10. juni 1976. Fyrsta forkvinna felagsins gjørdist Marjun Sigurðsdóttir. 1. januar árið eftir vóru sjey limir í Sosialráðgevarafelag Føroya, sum í dag telur 55 limir. Í dag er felagið skipað sum áhugafelag undir Starvsmannafelagnum, sum hevur samráðingarrættin og ger sáttmála fyri føroysku sosialráðgevararnar. Ein heystarmorgun í 2011 vaknaðu fólk upp við kaldan dreym: Borgarliga samgongan hevði uppfunnið ein nýggjan skatt, sum skuldi fíggjað lættar, sum sjálvt tey mest múgvandi pengafólkini ikki høvdu droymt um. Talan var um ágóðar, ið fyrst av øllum komu teimum ovurríku til góða; 7000 krónur um mánaðin í frammanundan fyltar lummar, fleiri krónur enn summi av okkum hava at liva fyri um mánaðin. Størsta mótmælisgonga í manna minni var á Vaglinum; hampafólk vildu sjálvandi ikki finna seg í stóra órættinum. Men hvat løgdu Kaj og teir í tað? Teir hildu bara tunguna mitt í munninum, sótu og bíðaðu hvussu leikur fór, meðan skjálvtarnir buldraðu frá miðfláunum og niðureftir. Táverandi andstøða var skjót at lofta ónøgdini. Hon lovaði at taka forskattingina aftur, bara hon fekk fólksins samtykki at koma út í Nesið. Og tað fekk hon! Í fjør gjørdist andstøðan samgonga; føroyingar høvdu vrakað flatskatt og studning til tey vælbjargaðu. Nú skuldi tú hildið, at eftirlønareyðræningin støðgaði, men lort heldur! Forskattingin av pensjónum helt ótarnað fram, hóast lyfti vórðu givin um at støðga stuldrinum. Nú slakt ár eftir samgongan tók við, hongur spurningurin framvegis leysur í luftini, um Aksel og Høgni innast inni tóku undir við revinum snilda, ella um sørvingurin í føðingini var so snúðin, at hann fekk avvápnað sínar eftirmenn einaferð með alla. Eg haldi, at samgongan nú eigur at prógva tað øvugta og vísa, at hon ikki brýggjar seg um, at framtíðin hjá lág- og miðlønarfólki skal setast í váða fyri tað, sum onkur annar vildi fyri nøkrum árum síðani. Ístaðin fyri at tiga spurningin í hel eiga samgongufólk at avtaka forskattingina og samstundis lata vera við at stuðla undir, at tey ríku gerast alsamt ríkari av uppsparingini hjá okkum. Fólk stúra fyri framtíðini og hava ikki rættiligt tamarhald á hvat hendir: Ein partur er ikki skattaður nú, men skal skattast við útgjaldi seinni. Hin parturin er skattaður frammanundan við samfullum 40 prosentum av fyrst uppspardu krónu. Hetta er eitt skattatrýst , ið als ikki samsvarar við verandi skattastiga. Lutfalsliga lágu eftirlønirnar høvdu mest sum bara svara kommunuskatt, um skattur var goldin við útgjaldi. Vil samgongan partú ikki av við forskattingina, so má hon í minsta lagi avtaka brandskattingina. Vit í SMF hava flest øll eina miðalinntøku, og vit gjalda sum kunnugt 15% til okkara egnu eftirløn - harav 1% fer til samlagstrygging. Samlagstryggingin er ein góð skipan, sum tryggjar lim ella barn hjá limi, um sjúka rakar. Peningurin er skattleysur sum er, men soleiðis sum politiski heimurin skikkar sær, verður vakið eygað hildið við, hvat hendir, so partur av hesum ikki eisini verður tikin. Starvsmannafelagið tekur ikki dagar millum politiskar flokkar, men sum størsta fakfelag í landinum, lurta vit væl eftir, hvat politikarar lova. Og vit ansa eisini væl eftir, at teir halda orð. Vit sum standa á vaktini hava skyldu at boða frá, tá ið valdsharrarnir pilka við okkurt, sum er okkum til ófyrimunar. Og tað gera vit. Vit vera seljarar og egnir stjórar Talgildi heimurin fyri framman setur stór krøv til fakfeløgini. Kend arbeiðspláss fara at hvørva og fakfeløgini mugu ikki kappast við hvørt annað og gerast fakfeløg fyri avoldað arbeiðspláss. Leiðin er løgd inn í eina talgilda framtíð, har data fer at hava sama stóra týdning, sum oljan hevði fyri 20. øld. Nýggja tilfeingi í 21. øld verður data, og eitt nýtt samfelag fer at vaksa fram. Tað segði Bo Dahlbom, professari, í framløgu á ráðstevnuni hjá norðurlendskum fakfeløgunum. Vit hava havt 100 ár við fantastiskum búskaparvøkstri, har oljan hevur verið drívmegin, men í framtíðini verður tað data, sum verður megintilfeingið. Hann vísti til, at longu í dag hava tær stóru fyritøkurnar eina innsavningarskipan av data, sum verður seld øllum, sum vilja gjalda. Og vit skulu væntað nógv meiri. Lokalar tænastur fara at hvørva og globalar tænastur at taka yvir. Hótta móti tryggum heimi Arbeiðið var flutt av verksmiðjunum og inn á skrivstovurnar, og har eru eisini krøv um effektivitet. Mátin at fáa effektivitet er yvirvaking og eftirlit við starvsfólkum. Til ber longu nú at fylgja við á øllum økjum, at vaka yvir og savna inn data um øll og hvønn einstakan um, hvat arbeiði verður gjørt. Alt hetta er ein hóttan móti tí skandinaviska modellinum. Ein hóttan móti einum tryggum heimi, sum vit hava verið við til at bygt upp, segði Bo Dahlbom. Sum dømi um broyting, nevndi hann Kodak sum eina fyritøku, sum ikki fylgdi við í talgildingini. Tá Kodak var størst arbeiddu 70.000 fólk har, men fyritøkan er ikki til í dag. Nú hava vit Instagram. Tá Facebook keypti Instragram arbeiddu 13 fólk har. Stóru fyritøkurnar tjena nógv meiri í dag og hava alt færri i starvi, vísti professarin á. Tað eru vit sum arbeiða fyri Instagram og vit sum arbeiða fyri Facebook og Google, og vit arbeiða ókeypis. Savna data til altjóða fyritøkurnar, ið selja tað aftur til okkara og onnur. Enn eru tríggjar milliardir fólk eftir í jørðini, sum ikki hava internet, men stóru fyritøkurnar spenna seg út at bjóða øllum ókeypis internet. Og tá tað verða tríggjar milliardir nýggir kundar, so verða tað tær stóru fyritøkurnar sum fara at tjena pengarnar - tað verður ikki nógv eftir til vanliga løntakarar. Og politikararnir hava ikki styrki at seta seg móti hesum stóru fyritøkunum, tí politikarar eru eisini heftir at teimum, segði Bo Dahlbom. Lyfti um tryggleika Ein avbjóðing hjá fakfeløgunum er, hvat skulu vit gera við tey fólkini, sum ikki hava rætta arbeiðið ella tey, sum gerast arbeiðsleys. Ella tey, sum hvørva úr almennum starvi og fara í privatar fyritøkur, sum veita tænastur til tað almenna. Hvussu skulu vit møta teimum við lyfti um tryggleika og fleksibilitet? Fyritøkurnar krevja fleksibilitet og politikarar siga, ja, vit mugu hava fleksibilitet, annars fáa vit ikki nakran vøkstur. Tá fakfeløgini svara aftur, at vit krevja tryggleika í starvinum, so svara politikararnir aftur, at fólk sum hava tryggleika eru eisini fleksibil, segði Bo Dahlbom. Sleppið kappingini millum feløg Hann nevndi tvær stórar avbjóðingar. Í fyrsta lagi, at øll arbeiði fara at broytast og talið á arbeiðsplássum fer at minka. Og tað hendir skjótt. Tá ræður um at vera við tí arbeiðinum, og tað ræður avgjørt um, at fakfeløgini ikki kappast við hvørt annað. Í Svøríki sæst summastaðni, at fakfeløgini leggja størstu orku í at kappast við hvørt annað, segði Bo Dahlbom. Í øðrum lagi mugu fakfeløgini lyfta seg uppfrá og ikki vera eitt áhugafelag fyri avoldað arbeiðspláss. Tit mugu taka hesa uppgávu á tykkum. Fakfeløgini mugu standa fyri rættvísi, og tit mugu standa fyri einum javnari býti at øllum teimum nýggju milliardunum, segði Bo Dahlbom. Arbeiðslívið, sum vit ganga ímóti í hesi øldini, verður meiri og meiri merkt av óvissu. Vit mugu vera virkin hvør í sínum lagi. Gomlu felagsskapirnir verða niðurlaðaðir. Fyrr var nóg mikið at vera í føstum starvi, men hetta fer eisini at broytast. Krøvini gerast størri til, at hvør einstakur skal bjóða seg fram. Tá arbeiðið broytist ella arbeiðaplássini hvørva, so krevur fyritøkan, at tú hugsar sum hon, og gamla samanhaldið og samhaldsfestið fær verri kor. Og almenn arbeiðspláss hugsa eisini sum fyritøkur. Tú hevur ikki bara tryggleika í føstum arbeiði, men skal selja teg sjálva, sum egin verkætlanarleiðari. Vit skulu øll verða okkara egnu seljarar og stjórar. Fakfeløgini eru bygd upp eftir einum gomlum arbeiðsmakrnaði, men fyri framman stendur ein so nógv broyttur arbeiðsmarknaður og tað verður trupult hjá fakfeløgunum at tillaga seg, helt Bo Dahlbom. skrivtovurnar hvørva Tað er ikki longur nakað krav fyri at kunna arbeiða, at vit sita á eini skrivstovu allan dagin. Í dag er kravið fyri at kunna arbeiða, at tú hevur atgongd til internetið. Bo Dahlbom legði stóran dent á orðini tryggleika og smidleika. Krøvini verða at veita tryggleika og samstundis vísa smidleika á arbeiðsmarknaðinum. Hann teknaði eina mynd, har hann setti starvsfólk inn í eftir, um tey vóru virkin ella ikki, og um tey vóru føst ella leyst knýtt at arbeiðsmarknaðinum. Hansara uppáhald var, at fakfeløgini í dag arbeiða fyri teimum, sum hava fast arbeiði og ikki eru serliga virkin. Fakfeløgini eru sprottin úr tí arbeiðsmarknaðinum, men í talgilda heiminum kemur kravið um, at øll skulu vera meiri virkin, samstundis sum knýtið til eitt arbeiðspláss ella ein arbeiðsgevara gerst meiri tilvildarligt. Tí verður ein avbjóðing hjá fakfeløgunum at menna seg í nýggja arbeiðsmarknaðinum, har fólk liva við kravinum um at vera meiri virkin og sum eru leysari knýtt til eitt ávíst arbeiðspláss, segði Bo Dahlbom. Vit skulu tora at trúgva, at framtíðin verður fantastisk, men vit skulu eisini arbeiða fyri, at vit fáa eina fantastiska framtíð. Tað segði Veronica Magnusson frá svenska Vision á ráðstevnuni hjá norðurlendsku fakfeløgunum hjá alment settum, sum var í Havn síðst í apríl. Hon lýsti avbjóðingarnar hjá fakfeløgunum við trimum orðum: demografi, talgilding og alheimsgerð. Tað vera alt fleiri eldri og tað fer eisini at ávirka alt arbeiðslívið. Vit skulu sum fakfelag handfara tær smáu gerandisavbjóðingarnar, men eisini tora at handfara tey stóru rákini í tíðini. Eitt nú broytingin í fólkasamansetingini, segði Veronica Magnusson. Risar eru eisini sterkir Samstundis sum avbjóðingarnar hjá fakfeløgunum eru stórar í einum talgildum samfelag, so merkja tey í grannalondunum, at hugurin at verða limur í einum fakfelag minkar. Tí er tað eisini ein avbjóðing, sum øll tey norðurlendsku fakfeløgini hava. Skulu fakfeløgini hava styrki at ávirka gongdina, so mugu feløgini hava limir, og so mugu tey ungu síggja, hvønn týdning fakfeløgini hava. Tey ungu eru virkin, men hava fakfeløgini nóg mikið at bjóða teimum?, spurdi hon. Veronica helt, at virkisfýsni er sum ravmagn - tað finnur altíð stytsta vegin. Tí mugu fakfeløgini gera tað lætt og ómakaleyst hjá ungum at gerast virkin í fakfeløgunum. Vit hava bygt fakfeløgini upp til at vera stórar risar. Nógv styrki liggur í tí, men tað sama ger okkum eisini sárbær. Vit hava nógvan pening og kunnu seta fólk í størv, sum kunnu hjálpa okkum - ráðgevar og sakførarar. Vit hava møguleikan at verða við í øllum broytingunum, og eg vil ikki standa her um 20 ár og spyrja, hví tóku vit ikki av avbjóðingini, segði Veronica Magnusson. Ikki fylgja við, men vera við Lizzie Ruud Thorkildsen úr norska Delta vísti eisini á, at fakfeløgini mugu inn á vøllin og vísa, hvønn veg tey halda at samfelagið skal fara. Vit sum fakfeløg skulu ikki bara fylgja við í orðaskiftinum um framtíðina. Vit skulu ávirka orðaskiftið og gongdina. Menningin gongur so skjótt, at tað sum fyrr tók 20 ár, tekur nú kanska tvey ella fýra ár. Tað merkir, at vit mugu hugsa nógv skjótari, um vit vilja vera við at leggja til rættis, tað sum fer at henda bæði á arbeiðsmarknaðinum og sum heild, segði Lizzie Ruud Thorkildsen. Krøvini um effektivitet og skjótar broytingar síggjast alla staðni og fakfeløgini mugu hugsa, hvussu tey taka móti broytingunum. Vit kunnu spyrja okkum, hvør arbeiðir hjá tí almenna um 10 ár. Hvørjar uppgávur hvørva og hvørjar nýggjar koma? Hetta er ein partur av arbeiðinum hjá einum fakfelag, helt Lissie Ruud Thorkildsen. Styrkja óformliga samstarvið Bodil Otto frá kommunalu deildini hjá HK í Danmark mælti til, at fakfeløgini gerast meiri uppbyggjandi í samstarvinum við arbeiðsgevararnar. Vit eiga ikki at vera í ov stórari andsøgn við arbeiðsgevararnar. Vit eiga at hava fleiri felags áhugamál við arbeiðsgevararnar um, hvar og hvussu okkara samfelag skal flyta seg. Vit sum fakfeløg skulu vera uppbyggjandi viðspælarar, tá broytingarnar standa fyri durum. Vit eru í Danmark enn ov bangin fyri broytingum, segði Bodil Otto. Arbeiðsgevararnir skulu helst hugsa, at fortreytin fyri at nýmótansgera arbeiðsmarknaðin er, at fakfeløgini eru viðspælarar. Vit skulu vinna ávirkan bæði formliga og óformliga. Álitisfólkini skulu hava ein nýggjan leiklut, har tey verða meiri við í menningini og broytingunum á arbeiðsplássunum, heldur enn at ræðast broytingarnar. Bodil Otto vísti til eina evropeiska kanning millum arbeiðsgevarar, um hvussu teir sóu samarbeiðið við fakfeløgini. Sambært henni, so hildu flestu arbeiðsgevarar, at bestu broytingar komu við meiri óformligum samstarvi við álitisfólkini, har álitisfólkini kundu hugsa um arbeiðsplássið og ikki høvdu eina ella aðra lidna avtalu við frá fakfelagnum. Hon segði, at danska fakfelagsrørslan arbeiddi við at broyta leiklutin hjá álitisfólkunum, men hon visti at tað bleiv ein drúgv tilgongd. 25 nýggj álitisfólk á skúlabeinki Í apríl varð grundskeið hildið við Gjógv fyri nýggjum álitisfólkunum í Starvsmannafelagnum, sum vórðu vald á álitisfólkavalinum í heyst. dialog millum tey royndu og tey nýggju, um avbjóðingarnar, sum álitisfólk kunnu møta í arbeiðinum. Umframt undirvísing sluppu álitisfólkini eisini at royna seg í rolluspølum og bólkaarbeiði. Stundir vóru eisini til hugna og samveru við góðum mati og drekka, har høvi var at knýta faklig sambond. Grundskeiðið fyri nýggj álitisfólk er í tveimum pørtum. Tað var fyrri parturin, sum varð hildin nú í vár. Seinni partur verður í heyst. 100 álitisfólk á Hotel Hafnia Umleið 100 álitisfólk komu saman á Hotel Hafnia hósdagin 2. juni til eina spennandi og fjølbroytta skrá. Á skránni vóru kjak, fyrilestrar og spurnablaðskanningar. Hvussu nýtir Starvsmannafelagið játtanina til blaðútgávu, heimasíðu og miðling á skilabesta hátt? Hetta var ein av spurningunum, umleið 100 álitisfólk í Starvsmannafelagnum royndu at svara á álitisfólkafundinum. Nevndin hevur avgjørt at eftirmeta miðlapolitikkin. Avgjørt er at eftirkanna, um blaðútgávan skal halda áfram sum higartil. Ella um miðlapolitikkurin skal umleggjast, so at miðlingin gjøgnum heimasíðuna skal raðfestast hægri. Álitisfólkini fingu útflýggjað spurnablað, har tey millum annað svaraðu spurninginum, hvat felagið eigur at leggja dent á við miðlingini. Um hvat, ið skal raðfestast. Upplýsingar, ið venda sær beinleiðis til limirnar. Ella tíðindaflutningur um arbeiðsmarknað og vælferð, sum vendir sær til ein breiðari skara, har felagið roynir at seta almennu dagsskránna. Í hesum sambandi hevði felagið fingið Øssur Winthereig, journalist frá Press at greiða frá ymsum møguleikum, ið finnast, um avgjørt verður at broyta miðlastrategiina hjá felagnum. Bygnaðurin í felagnum Álitisfólkini fingu eisini høvi at siga sína hugsan um arbeiðið at skipa fakbólkar í Starvsmannafelagnum. Felagið er stórt og breitt. Tað kann vera ein fyrimunur, men vandamálið er, at ymsu fakbólkarnir hvørva í tí stóra meginfelagnum. Tískil hevur verið roynt at skipa felagið í undirbólkar, men hevur tað víst seg at vera trupult at fáa fakbólkarnar skipaðar og at virka. Á fundinum varð greitt frá bygnaðararbeiðinum í felagnum higartil. Síðani varð bólkaarbeiði, har álitisfólkini millum annað kjakaðust um aðrar møguleikar at skipa felagið, við tí fyri eyga at fáa vanligu limirnar at taka lut í felagsarbeiðinum og gera teir sjónligari í felagsarbeiðinum. Limaráðgeving Spurningurin um at seta á stovna limaráðgeving eftir vanliga arbeiðstíð var eisini umrøddur. Páll Nielsen, advokatur, greiddi frá sínum royndum at veita fakliga ráðgeving fyri feløgini í Føroya Arbeiðarafelag og fyri Samtak. Aftaná svaraðu álitisfólkini einum spurnablaði, har ma. spurt varð um hvat tey halda um slíka limaráðgeving og hvat slag av limaráðgeving, tey helst vilja hava. Fleiri fyrilestrar Eisini vóru fleiri fyrilestrar á álitisfólkafundinum. Nýsetti ráðgevin í Fakfelagssamstarvinum, sum er eitt samstarv millum seks fakfeløg,greiddi frá sínum starvi. Anna A. Andresen greiddi frá sínum starvi sum sálarfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum, og Anly S. Joensen, løgfrøðingur, greiddi frá høvuðsritgerð síni um eina varskógvaraskipan í almennu fyrisitingini í Føroyum. Eisini greiddi Dánjal Højgaard frá Starvsmannafelagnum frá, hvør støðan er, tá ið starvið broytist og hvat álitisfólkini skulu hava í mentu, tá ið bygnaðarbroytingar henda ella arbeiðsgongdir verða broyttar. Fakfeløgini góðkend sum keyparar av LÍV 9. juni bleiv almannakunngjørt, at Tryggingareftirlitið hevði góðkent P/F Fakfelag sum keypara av P/F LÍV Holding. Yvirtøkudagurin er ásettur til 1. september 2016. At keypa eina tryggingarfyritøku er ein stór avgerð. Avgerðin, sum hevur verið drúgv og viðhvørt kenst møtimikil, varð tikin fyri 4 árum síðani. Tíðin síðani er farin til formlig viðurskifti, so sum góðkenningar og kanningar av ymiskum slag. Men nú eru vit loksins komin á mál. Hví so keypa? Fakfeløgini, teirra millum Starvsmannafelagið, eru høvuðskundar hjá LÍV. Størsta orsøkin til keypið er, at á henda hátt hava fakfeløgini beinleiðis ávirkan á hvussu teir nógvu pengarnir, sum limirnir gjalda inn í LÍV, verða handfarnir. Í staðin fyri, at rakstraravlop fer út sum vinningsbýti, fer tað nú beinleiðis aftur til tryggingartakaran. Eisini kunnu vit á henda hátt vera við til at stýra kostnaðinum av umsitingarliga rakstrinum, og vit fáa møguleikan at gera okkara ávirkan galdandi til tess at útvega tær bestu tryggingarnar. Ikki dríva handil At fakfeløgini hava gjørt avtalu um keyp av LÍV merkir ikki, at fakfeløgini nú fara at reka handil. Tað er ikki okkara uppgáva at dríva forrætning og tað fer tað neyvan heldur at vera í framtíðini. Forrætningina lata vit trygt upp í hendurnar á leiðslu og starvsfólkum hjá LÍV. Tað er teirra fremsta uppgáva, og tað havi eg fult álit á, at tey fara at gera. Fakfeløgini væl umboðað P/F Fakfelag eru 17 fakfeløg, sum hava tikið seg saman í eitt samstarv við tí eina endamálinum: at keypa tryggingarfelagið LÍV. Umframt Starvsmannafelagið eru feløgini í P/F Fakfelag: Pedagogfelagið, S&K felagið, Arkitektafelagið, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelagið, Føroya Handverkarafelag, Skipara- og Navigatørfelagið, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapautfelagið, Fysioterapautfelagið, Heilsurøktarafelagið, Kost- og føðslufelagið, Ljósmøðrafelagið, Radiograffelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelagið. Góðkenningin inniber, at samtakið Fakfelag keypir upp til 50 % av partapeninginum í PF/LÍV Holding. Hina helvtina fer Ognarfelagið LÍV, sum umboðar allar tryggingartakararnar í samtakinum, at eiga. Tað er tí sera týdningarmikið at fáa sagt, at tey fakfeløg, sum ikki eru við í P/F Fakfelag, framhaldandi verða umboðað gjøgnum Ognarfelagið LÍV. Øll feløg, sum hava tryggingar í LÍV, verða sostatt væl umboðað í tryggingarfelagnum. Eg fari við hesum at ynskja okkum øllum til lukku við góðkenningini og takka fakfeløgunum fyri gott samstarv. Samstundis vil eg ynskja LÍV og starvsfólkum tess, eina bjarta framtíð og ein hepna hond við arbeiðinum. Nso-ráðstevna í føroyum Fakfelagsumboð fyri starvsfólk, sum arbeiða hjá stati/ landi í Norðurlondum hava ráðstevnu í Føroyum dagarnar 22. til 25. august. Heitið á ráðstevnuni verður Framtíðarinnar leiðsla í tí almenna, og verður Starvsmannafelagið vertur fyri ráðstevnuni í ár. Árliga NSO-ráðstevnan, fer at varpa ljós á samstarv millum leiðslu og starvsfólk annars. Eins og leiðslurætturin, er eisini rætturin hjá starvsfólki annars at gera sína ávirkan galdandi á almennum arbeiðsplássum, týðandi táttur í sáttmálanum millum partarnar. Leiðslan hevur høvuðsábyrgdina av, at arbeiðsplássið verður rikið effektivt og dygdargott og at starvsfólk trívast á sínum arbeiðsplássi. At starvsfólk hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi, er millum annað staðfest í samstarvsskipanum sum álitisfólkaskipanini og samstarvsnevndum. At leiðsla og starvsfólk saman reka arbeiðsplássið á besta hátt, er treytin fyri, at almenn arbeiðspláss í framtíðini megna at røkja framtíðar krøv. Hvussu tað kann gerast verður høvuðsevnið á NSO-ráðstevnuni, sum verður í Føroyum 22. til 25. august. Samstarv styrkir feløgini Poula Michelsen Kass er sett í fast starv hjá Fakfelagssamstarvinum at samskipa virksemið hjá seks fakfeløgum. Endamálið við samstarvinum er at geva feløgunum størri styrki sum samfelagsligur áhugabólkur, so at tey fáa størri ávirkan á arbeiðsgevarar og myndugleikar. Feløgini miða eftir at hava felags støðu til viðkomandi samfelagsmál, sum kunnu gagna limunum. Við at samskipa virksemið vóna feløgini eisini at gagnnýta fakligu royndirnar, vitanina og fíggjarligu og menniskjaligu orkuna hjá feløgunum betri. Poula sigur, at sannroynd er, at umsitingarnar í feløgunum í samstarvinum eru lutfalsliga smáar. Tí ræður um størri samstarv á ymiskum økjum um praktiskar uppgávur, so sleppast kann undan dupultarbeiði og á tann hátt gagnnýta arbeiðsmegina sum best. Eitt nú í samskifti við myndugleikarnar og annað av felags áhuga. Somuleiðis kunnu øll feløgini fáa gagn av eini samskipan í sambandi við størri uppgávur, sum feløgini hava ilt við at megna hvørt sær. Tað verið seg størri kanningar og greiningar á arbeiðsmarknaðinum og at fylgja við, at arbeiðsmarknaðarlóggávan altíð er dagførd. Triðja høvuðsmál hennara er at skapa eitt netverk millum feløgini og skipa regluligar fundir millum formenn, nevndarlimir, álitisfólk og umsitingar - at deila vitan millum øll í samstarvinum. Millum tær fyrstu uppgávurnar, sigur Poula, er at fáa netverkið at virka og at gera eina greining av hvat fakfelagssamstarvið veruliga skal snúgva seg um. At skapa ein identitet og at greina hvørji stóru málini eru, sum feløgini eru samd um at arbeiða við og sum tey hava ein felags hugburð til. Tey seks feløgini í samstarvinum eru Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið. Spurd um hon ímyndar sær, at fleiri feløg fara at leggjast afturat teimum verandi seks, sigur Poula, at fyribils ræður um at skapa ein leist og finna fram til, hvussu eitt tílíkt samstarv kann virka. Men tá tað er sagt, er her ikki talan um eitt lukkað selskap, sum onnur ikki kunnu koma uppí. Tann treiska einkjan Tvær ferðir fekk hon at vita, at einkjupensiónin, sum hon fekk eftir mann sín, skuldi dragast frá í arbeiðsloysisstuðlinum. Men tað vildi hon ikki góðtaka, og nú hevur Løgtingsins Umboðsmaður givið henni rætt. Pensjónin skal ikki mótroknast og nú skal tað staðfestast í lógini. 65 ára gamla Eyðbjørg Nilsson úr Havn er ikki ein kona, sum tekur eitt nei fyri eitt nei. Í umleið tvey ár stríddist hon móti pappírveldinum, tí hon metti, at ALS av órøttum mótroknaði einkjupensjónina, hon fekk eftir mann sín í arbeiðsloysisstuðlinum. Í vetur fekk hon loksins orðini hjá Løgtingsins Umboðsmanni fyri, at hon hevði rætt kortini. Eg havi altíð gjørt mína skyldu, og nú kravdi eg bert mín rætt, sigur Eyðbjørg Nilsson. Tá eg las lógina, helt eg hetta ikki vera so fløkt, tí lógin segði ikki beinleiðis, at pensjónin eftir hjúnafelagan skuldi mótroknast. Í mínum eygum var hetta ikki so fløkt. Strævin tíð Seinastu árini hava ikki verið nakar dansur á rósum hjá Eyðbjørg Nilsson. Í 2012 doyði maðurin, og eftir hann fekk hon eina hjúnafelagaeftirløn á góðar 7.000 krónur um mánaðin. Árið eftir gjørdist hon arbeiðsleys eftir at starvið, sum hon hevði havt í Vinnumálaráðnum, varð niðurlagt. Eyðbjørg noyddist í ALS, men bleiv kløkk, tá ið hon sá, at hjúnafelagaeftirlønin varð drigin frá í arbeiðsloysisstuðlinum. ALS: Ein tænastumannapensjón ALS vísti til lógina um arbeiðsloysistrygging, sum sigur, at tænastumannapensjónir, umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensiónir skulu dragast frá í arbeiðsloysisstuðlinum. Sambært ALS var hjúnafelagaeftirlønin hjá Eyðbjørg Nilsson at rokna sum ein tænastumannapensjón fyri eftirsitandi hjúnafelaga. Og tískil skuldi pensjónin mótroknast í arbeiðsloysistuðlinum. Ov víðfevnd tulking Men hetta vildi Eyðbjørg Nilsson ikki góðtaka. Hon helt, at ALS blandaði tingini saman. Ásetingin um mótrokning er galdandi fyri tínar egnar pensjónir, men ikki fyri pensjónirnar frá øðrum, sum til dømis hjúnafelaga, vísti Eyðbjørg á. Arbeiðsloysisstuðul eftir ALS-lógini er ein kompensatión fyri mista lønarinntøku orsaka av arbeiðsloysi. Pensjón er eisini kompensatión fyri mista lønarinntøku og skuldi tí møguliga verið mótroknað, um so var, at pensjónin var kompensatión fyri mína mistu lønarinntøku, so eg ikki varð dupult kompenserað. Men pensjónin, eg fái, er ikki kompensatión fyri mína mistu lønarinntøku, men kompensatión fyri mistu inntøkuna hjá manni mínum, sála - ein rættur, sum eg nú eri traðkað inn í, greiddi hon myndugleikunum frá. Um maður mín livdi og arbeiddi ella fekk pensjón, so var einki problem, so fekk eg fult útgjald uttan nakað roks. Tað kann ikki vera rætt at man fær stein omaná byrðu, grundgav hon. ALS tulkaði lógina ov vítt, helt Eyðbjørg. Kærunevndin staðfesti Tá ALS helt fram at mótrokna pensjónina fór Eyðbjørg til kærunevndina fyri ALS við málinum. Har var málið í átta mánaðir. Og eftir drúgvar kanningar staðfesti kærunevndin avgerðina hjá ALS: Einkjupensjónin skal mótroknast, tí talan er um eina tænastumannapensjón, ið er fevnd av regluni um mótrokning, varð sagt. Men hóast tveir instansir nú høvdu sagt hvussu teir hildu at lógin skuldi tulkast, var Eyðbjørg framvegis sannførd um at hon hevði rætt. Í oktober 2015 klagaði hon so til Løgtingsins umboðsmann. Og hesaferð gekk betri. Hon fekk viðhald. Í stríð við lógina Umboðsmaðurin er samdur við Eyðbjørg Nilsson um, at ALS kann ikki mótrokna hjúnafelagaeftirlønina í arbeiðsloysisstuðlinum. Endamálið við hjúnafelagapensjónini er at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá longstlivandi hjúnafelaga, soleiðis at hesin kann hava nøkunlunda somu lívskor, sum áðrenn viðkomandi bleiv einsamallur uppihaldari, staðfestir umboðsmaðurin. Pensjónin kann sammetast við uppihaldspening, heldur umboðsmaðurin, og tað skal ikki kosta í arbeiðsloysisstuðlinum hjá hjúnafelaganum. Umboðsmaðurin hevur givið myndugleikunum boð um at rætta viðurskiftini, so at umsitingin verður í samsvari við lógina. Sum tað fyrsta fær Eyðbjørg Nilsson pengarnar aftur, sum ALS av órøttum hevur mótroknað í arbeiðsloysisstuðlinum hesi seinastu tvey árini. Samstundis hevur umboðsmaðurin heitt á Samferðslumálaráðið um at útgreina ALS-lógina. Tað skal nú standa púra greitt, at tað bert eru egnar tænastumannapensjónir og eftirlønir, sum kunnu dragast frá í arbeiðsloysisstuðlinum. Einkjan úr Havn fekk rætt til síðst. Eg vildi bara hava tað rætt. Tað hevur verið strævið, tungt og givið høvuðbrýggj, sigur Eyðbjørg, sum kortini heldur at tað hevur verið stríðið vert. Eisini fyri tey, sum koma eftir meg og enda í somu støðu, at tey fáa tað, sum tey eiga. Tey sum hava eina dagsskrá Her fyri mátti íslendski forsætisráðharrin leggja frá sær, tí hann í beinleiðis sjónvarpssending varð avdúkaður í at hava krógvað pening í Panama. Sami forsætisráðharri sum so bønliga hevði biðið illa skølsettu íslendingarnar um at gjalda skatt við gleði. Í USA er ein skræðugákur, sum hatar alt og øll sum ikki eru sum hann, um at gerast landsins forseti. Í Danmark kappast politisku flokkarnir við danska fólkaflokkin um at vera ófordragiligir móti flóttum, og í Ruslandi etir Putin føroyskan hummara. Nú átti man at ógvast, men eftir øllum at døma kemur tað við aldrinum, at sjálvt tað mest óhugsandi ikki er so óhugsandi kortini. Men fyri tað er tað at harmast um. Einaferð undraðist eg á, at hugmyndafrøðingar á høgraveinginum vóru so altráðir eftir at avskaffa minstulønina. Ikki ta minstulønina, sum føroyskir fiskimenn fáa, um fiskiskapurin ikki vignast. Nei, her var talan um tað minstulønina, sum í fleiri londum, við lóg, er ásett sum lægsta lønin løntakarar kunnu selja arbeiðsmegi sína fyri. Sambært hesum høgraoddvitum skuldu løntakarar ikki bindast niður við sáttmálalønum ella minstuløn, slíkt var harðræði. Tú skuldi vera frælsur at selja teg at arbeiða í Grillbúðini hjá Símuni fyri 5 krónur um tíman. Talan var ikki bara um ørandi frælsi, nei hetta fór eisini at økja arbeiðsútboðið munandi. Onnur nýliberal hyggjuráð eru, at ótryggleiki er hent amboð at disiplinera løntakarar, serliga ótrygg setanarviðurskifti. Løntakarar sum kunnu verða uppsagdir ávegis til arbeiðis ein mikumorgun, brokka seg ikki og seta ikki krøv. Her er ikki talan um tey ið kunnu vanta sær gylt lógvatøk í hurðini, tá samarbeiðið steðgar, sum tað so fínt eitur; nei vit tosa um vanliga løntakaran, har arbeiðsloysi, sjúka ella óhapp merkir fíggjarligt skrædl. Tað sum er mest undranarvert er mannasýnið, sum liggur aftanfyri slíka hugsan. Hvat er tað fyri samfelag hesir ørvitisknokkar síggja fyri sær? Allarhelst eitt samfelag uttan fakfeløg, har hvørki arbeiðsloysisstuðul ella almannaveitingar eru at halda neyðini frá durinum, so fólk, akandi á knøum, eru noydd at selja seg fyri lægsta boð. Nakrir føroyskir politikarar eru fullkønir í og taka undir við nýliberalu trúarlæruni, og teimum eiga vit at ansa eftir. Verri er, at aðrir politikarar, eftir øllum at døma, als ikki kenna hesa somu trúarlæru. Tað fekk man í hvussu er varhugan av, tá flatskatturin, beint eftir nýliberalu katekismussini, varð skundaður ígjøgnum, meðan partur í tásitandi samgongu stóðu sum ryssa yvir deyðum fyli, og ikki vistu hvat gekk fyri seg. Tað eru tey, sum hava eina dagsskrá, sum seta dagsskránna og fáa sítt ígjøgnum. Almenna fakfelagssamstarvið telur nú 6 feløg, umboðandi umleið 5.600 limir sum virka á almenna arbeiðsmarknaðinum. Feløgini í samstarvinum eru øll samd um, at røddin hjá arbeiðstakaranum má styrkjast. Tað er ikki líkamikið hvør setur dagsskránna. Innan øll øki innan tað almenna eru starvsfólk hótt av áhaldandi sparingum og turkatrúnni hjá nógvum politikarum á, at almenni geirin gerst bíligari, ja enntá betri, um almennir stovnar verða riknir á sama hátt sum fyritøkur í privata geiranum. Sparingar og skerjingar noyða starvsfólk at arbeiða skjótari, væl at merkja fyri somu løn, enda í uppsagnum og starvsfólk mugu liva við egnum neyðsemjum, tá tøka tilfeingið ikki stendur mát við skrivað ella óskrivað krøv. Alt uppskriftir upp á ónøgdsemi, strongd og sjúkrafráveru. Vit sakna heildarmyndina av støðuni á arbeiðsmarknaðinum, sæð úr løntakara sjónarhorni. Alt ov ofta kunnu uppáhald frá fakfeløgunum afturvísast sum ivasom ella sum grenj, tí hagtøl, kanningar og greiningar ikki eru tøk. Og alt ov ofta standa útsagnir frá arbeiðsgevarasíðu ella politikarum ósvaraðar, tí arbeiðsorkan hjá einstøku fakfeløgunum, at luttaka í almenna kjakinum, er avmarkað. Samstarv gerst meira og meira átrokandi. Tað verður ongantíð endurtikið ov ofta, serliga mótvegis unga ættarliðnum, at rættindini hjá løntakarum eru ikki komin av sær sjálvum, og at ágangurin á vunnin rættindi er støðugur. Álopini kunnu koma frá forstokkaðum politikarum, men kunnu eisini verða ílætin smart og modernað sum Ryanair. Fakfelagsstríðið má halda fram, so leingi vit unna øllum eitt virðiligt lív. Ein eldsál, sum fjálgar um tað lokala At menna og fjálga um frítíðarítriv, og harvið trivnað í nærumhvørvinum, skulu eldsálir til. Ein teirra er Oluffa Joensen í Syðrugøtu sum er við í nógvum av tí, sum har fyriferst, - ikki minst tá talan er um ymisk frítíðartiltøk. Umframt at vera næstforkvinna í býráðnum fyri Eysturkommunu, er Oluffa nevndarlimur í tónleikasamtakinum GRÓT, er við til at skipa fyri G-festivalinum eins og HOYMA-tiltøkunum. Oluffa gevst í heyst við bygdarráðsarbeiðinum eftir at hava havt sæti har í 12 ár. Men teimum ymisku frítíðartiltøkunum vil hon fegin halda fram við, tí tað hevur hennara alra størsta áhuga. Jú, tað kann viðhvørt vera rættiliga tíðarkrevjandi, men eg havi altíð havt áhuga í at vera við til at menna og fjálga um eitthvørt, sum kann skapa trivnað í nærumhvørvinum. Ikki minst tá hugsað verður um endamálið við G-festivalinum, sum framvegis er at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar og at fáa nýggjan tónleik til Føroya, sigur Oluffa. Sjálv byrjaði hon at hjálpa til sum sjálvboðin arbeiðsmegi, og kom so líðandi beinleiðis upp í tey ymisku tiltøkini, sum nevndarlimur. Fyrst í tónleikasamtakinum GRÓT og seinri kom hon upp í fyrireikingarnar í sambandi við G-festivalin. Stór avbjóðing Tað er ein stór avbjóðing at skipa fyri stórum uttanduratiltøkum í Føroyum. Nógvir pengar standa upp á spæl, og veðrið letur sær ráða, og tí kann nógv óvæntað koma fyri. Tað kann Oluffa eisini tosað við um. Veðurlíkindini fáa vit ikki bílagt, og onkuntíð hevur tað eisini verið rættiliga rokaligt, men tað mugu vit bara taka við sum eina avbjóðing. Tað kann tí eisini tykjast rættiliga djarvt at staðseta høvuðspallin á sjálvan sandin, og tvær ferðir hava vit eisini verið noydd at flyta stóra tjaldið av sandinum fyri flóð. Vit eru tó so heppin, at kommunan hevur veitt okkum alla hugsandi hjálp, eitt nú við at stoypa súlur niður á fast, so pallurin gerst tryggari, sigur Oluffa sum ikki dylur fyri, at tey hava eisini havt stórar fíggjarligar avbjóðingar. Tí royna tey nú eisini at útvega ókeypis arbeiðsmegi, so nógv sum tað ber til. Hjálparfólk fáa nú í størri mun aðrar ágóðar, so sum ókeypis atgongd til ymisk tiltøk, heldur enn kontantar krónur. Tað er heldur ikki bara sum at siga tað, at ein so mikið lítil bygd sum Syðragøta, á hvørjum ári fær eina tílíka innrás av 4000 fólkum. Men Oluffa heldur, at tað hevur borið til uttan stórvegis trupulleikar, tí at kalla øll bygdin stendur saman um tey tiltøk, sum har fara fram. Dyrnar á víðan vegg Fyri nøkrum árum síðani fóru tey í Gøtu undir nýtt tiltak, tey kalla HOYMA. Vit kundu eisini sagt heimablídni. Tiltakið snýr seg um, at tónleikarar framføra sín tónleik í ymiskum heimum í bygdini. Umframt at vera við í sjálvum fyrireikingunum til HOYMA-tiltakið hevur Oluffa eisini sjálv lagt hús til. Hon sigur, at tað stendur ikki á at fáa fólk at leggja hús til og at bjóða fólki blíðskap og annað gott. Tiltakið byrjar kl. 10 fyrrapart við stórum morgunmati í Valhøll, og seinrapartin fara so tónleikaframførslurnar fram í teimum ymisku heimunum í Norðagøtu og Syðrugøtu. Tá hesar eru lidnar út á kvøldi, er opið hús í Tøting, har øll eru vælkomin at hugna sær við tónleiki og við onkrum til matna. Sjálvandi liggur nógv arbeiði í at fyrireika tey ymisku tiltøkini, men tað hevur ongantíð kenst mær og hinum fyrireikarunum strævið, tí vit fáa almikla hjálp frá øllum. Og mong eru tey sum koma til tey ymisku tiltøkini. Sum vit hava skilt, so eru fólk sera fegin um hesi, sigur Oluffa. Kring landið við báti Tað gerst alt meira vanligt, at fólk ferðast í egnum landi. Flestu fólk pakka sær bilin til útferðina, men Oluffa og maðurin leggja frá landi í sínum egna báti, gardinbáti, sum Oluffa tekur til. Og dúgliga ferðast tey kring oyggjarnar, eitt nú til tær ymisku stevnurnar. Á contryfestivalinum í Sørvági hava tey verið á hvørjum ári. Í bátinum hava tey allar hentleikar, so væl ber til at gista og matgera. So tá vikuskifti stundar til gongur leiðin beint í bátin og so avstað til næsta ferðamál. Oluffa sigur, at umstøðurnar at koma til og liggja við báti eru mangastaðni sera góðar. Tey eru eisini limir í Tórshavnar Bátafelag, sum tey hava fingið almikið gagn av. Eitt avbera gott ítriv, sum vit ikki vildu vera fyriuttan, sigur Oluffa. Lønarskipan og talgilding á breddanum Hesaferð er aðalfundurin heilt serligur, tí hettar er fyrstu ferð at vit hittast í okkara nýggja auditorium, í Smæruni, sum varð tikið í brúk seinasta summar. Nevndarval Á aðalfundinum hesaferð standa tveir nevndarlimir fyri vali. Annar av hesum er næstformaður felagsins, Niels á Reynatúgvu. Skipanin hjá Starvsmannafelagnum er soleiðis, at nevndarlimir ikki kunnu sita longur enn tríggjar ferðir trý ár samanhangandi, og hetta hevur við sær, at Niels nú fellur fyri hesi áseting, og má hann tí takka fyri seg á aðalfundinum hesaferð. Eg fari her at nýta høvi at takka Niels fyri tíðina hann hevur virkað í nevnd felagsins. Hann hevur lagt eitt stórt og gott arbeiði eftir seg. Hin nevndarlimurin, ið stendur fyri vali er Svend Åge Seloy. Gestarøðari Síðani Starvsmannafelagið gjørdi strongdkanningina í 2014, er ljós av álvara varpað á henda álvarsliga trupulleika, sum hevur verið og partvís enn er ein tabusjúka. Serfrøðingar hava fyri árum síðani spátt, at í 2020 verður strongd størsta fólkasjúka í okkara parti av heiminum. Gestarøðarin í ár, Thomas Milsted, er ein av fremstu serfrøðingunum í Danmark, tá ið umræður strongd, trivnað og arbeiðsgleði. Hann er fyrrverandi leiðari í CST. Seinastu 15 árini hevur hann verið ein tann mest nýtti fyrilestrahaldarin í Danmark á økinum. So hettar verður ein spennandi og áhugaverdur gestarøðari. Starvsblaðið Starvsblaðið, ið verður givið út til henda aðalfundin, er fyrsta aðalfundarblaðið av sínum slag hjá felagnum. Eftir aðalfundin í fjør, tók nevndin avgerð um at fara úr fýra bløðum niður í eitt blað um árið, sum skuldi verða eitt aðalfundarblað burturav. Avgerðin var løgd fyri álitisfólkini í juni í fjør og fekk breiða undirtøku. Samstundis samtykti nevndin, at heimasíðan skuldi gerast meira aktiv við greinum, viðmerkingum og temagreinum. Hetta hava vit nú roynt í skjótt eitt ár, og haldi eg, at hetta hevur roynst væl. Eg fari at mæla til, at vit halda áfram við hesi royndarætlan eitt ár afturat, fram til aðalfundin 2018. Eftir tað kunnu vit betur síggja um hesin kunningarleisturin, er tann rætti ella vit aftur skulu fara til blaðútgávuna, sum hon var. Ársfrágreiðingin í nýggjum hami Ársfrágreiðingin, sum er tann fyrsta síðani eg tók við sum formaður í Starvsmannafelagnum, er nakað øðrvísi enn undanfarin ár, men hon fer framvegis, sum viðtøkurnar siga, at lýsa gongdina farna árið og ymsar tættir av virksemi felagsins. Samstundis sum vit eisini hyggja frameftir. Men hon verður greina og uppsett øðrvísi. Í staðin fyri, at hava ein langan samanhangandi tekst er frágreiðingin her í blaðnum sett upp sum ein blanding av sjálvstøðugum greinum og smáum stubbum. Eg havi valt at gera frágreiðingina soleiðis í eini roynd at nútíðargera frágreiðingina og fyri at lesarin kann fáa betri yvirlit yvir tekstin, við tí fyri eyga at frágreiðingin verður lættari, betri og vónandi áhugaverdari at lesa. Í blaðnum hesaferð lýsa vit tvey tema, sum kunnu fáa stóran týdning fyri limirnar. Nýggj almenn lønarskipan Arbeiði er byrja við at kanna hvør lønarskipan skal koma í staðin fyri verandi skipan, ið flestu okkara halda verða ov stirvna og ótíðarhóskandi. Arbeiðsbólkur er settur at gera hetta arbeiði. Málsetningurin hjá lønarnevndini er at náa einum (í øllum førum partvísum) úrsliti, áðrenn komandi samráðingar, sum verða í heyst. Eftir mínum tykki má lønarnevndin sum eitt tað fyrsta, finna útav hvat innihaldið í einari slíkari lønarskipan skal verða. Av tí, at Starvsmannafelagið er eitt breitt fakfelag við nógvum starvsbólkum, er lítil ivi um, at felagið væntandi fær bestu nyttu av eini nýggjari lønarskipan. Talgildu Føroyar Talgilda framtíðin er spennandi, men hon reisir eisini nógvar spurningar. Fyri fakfeløgini er eingin ivi um, at talgildingin av samfelagnum er og verður ein av størstu avbjóðingunum í framtíðini. Hyggja vit aftur í tíðina, til ídnaðarkollveltingina seinast í 18. øld, so er støðan í dag meinlík støðuni tá, við tað at fakfeløgini hava - og fara at hava ein rættiliga sentralan leiklut í talgilda menningarsamfelagnum. Um fakfeløgini ikki eru har at halda eitt vakið eyga við menningini og teimum fylgjum, ið standast av hesum, so verður eingin at verja verandi rættindi. Tað verður heldur eingin at gera nýggjar avtalur, ið eru lagaðar til arbeiðsmarknaðin, sum tá verður. Eisini mugu vit hava eitt vakið eyga við, at tað verður liviligt hjá øllum borgarum í samfelag okkara. Sáttmálin, sum varð undirskrivaður í Vinnuhúsinum 8. november, er galdandi til 31. oktober 2018. Tað var í januar í fjør, at Súlan kastaði saman við Starvsmannafelagnum. Súlan, sum hevði sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag, er nú áhugafelag í Starvsmannafelagnum. Nevndin í Súluni hevur verið við til at fyrireika og at samráðast um nýggja sáttmálan. Sáttmálin er fyri tvey ár. Kabinustarvsfólkini fáa eina samlaða lønarhækking á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið. Hetta er á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt síðan mai 2016. Øll undir sáttmálan Tað hevur nú eydnast at fáa øll kabinustarvsfólkini undir sáttmálan. Tað vil siga ikki bert flogternurnar, sum eru í vanligum starvi við fastari støð í Føroyum. Men eisini tær, sum arbeiða sum freelansarar og tær, sum hava fasta støð í Danmark. Sostatt hava vit fingið skipað viðurskifti fyri øll kabinustarvsfólkini hjá Atlantsflogi. Meira heilskapað Fyrimyndin í samráðingunum var sáttmálin fyri almenna partafelagið Føroya Tele, sum hevur roynst rættuliga væl. So langt rukku vit ikki hesaferð, men sáttmálin er tó eitt gott stig á leiðini. Sammett við gamla sáttmálan er talan um meiri enn 20 ítøkiligar í sáttmálanum, sum geva flogternunum betri trygd í setanini enn tær høvdu frammanundan. Talan er um betri rættindini til dømis í sambandi við sjúku, uppsøgn, rættindi til eftirsitiløn og ólønt farloyvi. Og ikki minst eina nógv sterkari álitisfólkaskipan. Sáttmálarættindi verða ikki vunnin í einum høggi. Men við semjuni frá november hava vit fingið ein meira heilskapaðan sáttmála fyri flogternurnar. Við hesum er tann fyrsti tryggi steinurin nú lagdur sum grundstøði fyri einum enn betri sáttmála fyri flogternurnar hjá Atlantic Airways. Talgildu føroyar: Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, rópar varskó, nú hol veruliga verður sett á talgildu menningina av samfelagi okkara. Ikki tí hann vil seinka ella steðga menningini, men tí hann saknar eina fráboðan frá politiska myndugleikanum um, hvat skal henda við teimum starvs­ fólkunum, sum eru í vanda fyri at liggja ímillum, tá tær manuellu uppgávurnar vera automatiseraðar. Í løtuni er tað upp til hvønn einstakan stovn at gera av, hvat hendir, men landsstýriskvinnan við fíggjar­ málum er samd við formanninum í, at tað skal koma ein felags útmelding frá myndugleikanum. Tað hoyrist ikki eitt orð í kjallar­ anum á Tjaldurs Apoteki, tá við­ skiftafólkini á veghæddini skulu hava umbidna heilivágin. Tí har er ikki eitt menniskja. Ístaðin hoyrist káma ljóðið frá robottinum, sum koyrir aftur og fram, og hydrauliska hvinið, tá hann fer upp og niður millum hillarnar og tekur ein av teimum 24.000 pakkunum hvørja ferð. Fyrr var tað soleiðis, at tá eitt viðskiftafólk kom inn á eitt apotek eftir heilivági, vóru receptirnar hond­ skrivaðar og heilivágspakkarnir lógu í skuffum í erva. Men tann tíðin er farin. Nú liggur heilivágurin skipaður í teimum mongu hillunum í kjallaranum. Og ístaðin fyri at tað eru mannahendur, sum taka eina eskju fyri og aðra eftir, er tað ein robottur, eitt tólmenni, sum tekur eskjurnar og sendir tær upp í avgreiðsluna. Vælkomin til gerandisdagin á einum føroyskum apoteki anno 2017. Ella væl komin til gerandisdagin á Tjaldurs Apoteki, sum hann hevur verið seinastu 10 árini. Tí tað var longu í 2008, at landsins størsta apotek tók ta nýggju tøknina í brúk. Og hóast broytingin var stór, var avgerðin sambært Hjalta Gunnarstein, sum er fyribilssettur landsapotekari, ikki bara røtt. Hon var eitt stórt fram­ stig. Robotturin hevur nógvar fyri­ munir. Vit hava við robottinum ikki bara automatiserað útleveringina av heilivági. Vit hava eisini fingið leysgivið fólk, sum vit kunnu brúka til aðrar uppgávur, sum eru lagdar á apoteks­ verkið. Og so hava vit eisini umlagt alt arbeiði við receptum, so tær nú eisini eru talgildar, og tað hevur millum annað við sær, at vit hava nógv betri hagtalstilfar um heilivág og heilivágsnýtslu, sigur Hjalti Gunnarstein. Minka um manuella arbeiðið Ein annar stovnur, sum seinnu árini hevur brúkt nógva orku til at auto­ matisera mannagongdir, sum fyrr vóru manuellar, er Taks. Fara vit bara eitt sindur aftur í tíð­ ina minnast tey flestu, at tey skuldu brúka tíð til at finna røttu upplýsingar­ nar, skriva teir inn á sjálvuppgávuna og ognaruppgerðin og so senda myndug­ leikanum skjølini. Men tá var vísan bara hálvkvøðin. Tá myndugleikin hevði fingið fatur á skjølunum, skuldu tey tastast inn í KT­skipanina, so arbeiðast kundi við teimum. Og uppaftur áðrenn tað, skuldi skatturin útroknast við hond við støði í upplýsingunum frá skattaborgaranum. Men nú er alt tað søga og hevur verið tað í nógv ár. Nú er alt tað sjálv­ virkandi. Taks liggur inni við øllum upplýsingunum, og tí skal skatta­ borgarin í dag bara vátta at tað sum stendur í skráunum hjá myndug­ leikanum er tað rætta. Og um tað ikki er, skal borgarin gera tær neyðugu broytingarnar. Broytingarnar vera gjørdar umvegis heimasíðuna Borgaragluggin, sum er nýggja brúkara­ flatan hjá brúkarunum hjá Taks. Sambært Eyðuni Mørkøre, stjóra á Taks, eru broytingarnar, ella menn­ ingin um man heldur vil tað, eitt úrslit av einum ynski um at veita eina betri, neyvari og eisini bíligari tænastu. Við nýggju tænastuni flyta vit fólk frá at gera manuellar uppgávur til at arbeiða við fólki og at veita skatta­ borgarunum eina betri tænastu, sigur Eyðun Mørkøre. Hann viðurkennir, at broytingar­ nar hava broytt stovnin, tí seinastu átta árini er talið av starvsfólkum minkað við 23. Men hann heldur tó, at talan í dag er um ein betri stovn enn fyri átta árum síðan, tí tænastan, sum Taks veitir í dag er betri enn hon var. Og í dag arbeiða fólkini við kundatænastu og eftirliti ístaðin fyri tíðarkrevjandi uppgávum, sum skjótari og betur kunnu gerast sjálvvirkandi. Hvussu við starvsfólkunum? Á skrivstovuni hjá Starvsmannafelag­ num í J. H. Schrøtersgøtu í Havn, situr formaður felagsins, Súni Selfoss, og hugleiðir um talgilding og automatiser­ing. Í hansara hugaheimi kann broyt­ ingin, ella menningin, um tað er tað orðið man heldur vil brúka, í mangar mátar samanberast við tað sum hendi í 18. øld, tá ídnaðarkollveltingin broytti Evropa. Nú fara vit bara stigið víðari, inn í eitt nýtt tíðarskeið. Og hóast formaður Starvsmanna­ felagsins ongar ætlanir hevur um at forða ella steðga tøkniligu menningini, vil hann fegin hava at vita frá myndug­ leikunum, hvat skal henda við teimum starvsfólkum, sum eru í vanda fyri at liggja í klemmu í talgildingini og automatiseringini. Vit vita, at tá farið verður undir slíkt automatiseringsarbeiði, sum vit síggja nú og hava sæð onkustaðni í fleiri ár, so merkir tað broytingar fyri starvsfólkini. Tað kann hava við sær, at tørvurin á starvsfólki minkar, og fyri okkum hevur tað týdning at fáa at vita, hvussu myndugleikin fyriheldur seg til ta broytingina. Hvussu starvs­ fólkini skulu fyrihalda seg. Og hvussu vit skulu fyrihalda okkum, sigur Súni Selfoss. Nú hava vit í byrjanini av hesum teksti nevnt tveir stovnar, sum longu hava gjørt stórar broytingar á tøkniliga økinum, og felags fyri teir báðar stovn­ arnar er, at teir hvør í sínum lagi sjálvir hava tikið sær av teimum avbjóðing­ um, sum starvsfólkini hava fingið av broytingunum. Hetta er tann eini av kjarnuspurn­ ingunum hjá formanni Starvsmanna­ felagsins. Skal tað vera ein uppgáva hjá hvørjum einstøkum stovni sær? Ella skal almenni arbeiðsgevarin gera eina mannagongd sum skal brúkast, tá manuellar uppgávur vera automatiser­ aðar. Tað er eingin ivi um, hvat Súni Selfoss heldur. Effektivari og betri Spurningurin um, hvat fæst burtur úr at talgilda Føroyar valdast eygað sum sær. Fakfeløgini síggja vandan fyri, at fleiri fólk missa arbeiði, meðan myndugleiki, vinnulív og kanska borgarar eisini síggja tað sum ein fyrimun, at tey sleppa frá at renna frá Peri til Pól, tá eitt ella annað skal avgreiðast. Verkætlanarstjórin í Talgildu Føroyum, Nicolai M. Balle, viðurkennir, at tá farið verður undir slíkt effektiviseringsarbeiði, er sjálvandi ein vandi fyri, at størv hvørva, og tí mugu allir partar sjálvandi hava í huga, hvussu tann spurningurin verður loystur. Málið við Talgildu Føroyum er at veita borgarunum eina effektivari, betri og víðkaða tænastu enn vit hava í dag. Hvat hvør einstakur fær burturúr, valdast sjálvandi hvønn leiklut tey hava í samfelagnum. Fíggjarmálaráðið sær kanska nakrar møguleikar fyri sparingum, vinnumálaráðið fyri vøkstri og borgarin, at hann fær eina betri tænastu, sigur Nicolai M. Balle. Fyri at røkka hesum málinum er løgd ein strategi, sum í trimum pørtum snýr seg um at gera ein talgildan samleika, so borgarin bara hevur ein brúkaralykil, tá hann skal brúka almennar - og privatar - tænastur, har skal gerast ein felags portalur, so tað bara er eitt stað at fara til og so skal gerast ein tryggur KT­ struktur, har allar grundupplýsingarnar um borgararnar skulu liggja. Vit hava í dag fleiri ymiskar skipanir, sum allar skulu viðlíkahaldast, men við einari felags skipan við grundupplýsingum, verður tað einfaldari og tryggari hjá øllum pørtum, sigur Nicolai M. Balle. Hann er sum sagt greiður yvir, at hetta kann hava broytingar við sær fyri starvsfólk, sum í dag taka sær av hesum uppgávum, og tann partin mugu myndugleikarnir fyrihalda seg til. Fyri samfelagið hevur tað í øllum førum stóran týdning, at vit sjálv stýra talgildingini av Føroyum, og tað er tað vit gera við hesari verkætlanini, sigur Nicolai M. Balle. Eg sakni eina fráboðan frá myndugleikunum um hetta, og eftir mínum tykki eigur henda fráboðan at koma nú. Áðrenn vit koma ov langt í tilgongdini, sigur Súni Selfoss. Hann hevur eisini ein annan spurning: Vit vilja fegin hava at vita, hvat høvuðsendamálið við talgilding og automatisering er. Eru tað sparingarnar sum standa fyrst? Ella er tað fyri at veita borgarunum eina betri tænstu? Okkara uppgáva er at vera ein aktivur viðspælari í menningini, men okkara uppgáva er eisini at verja starvsfólkini, so tey ikki vera slept uppá fjall, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Brúka nógva orku til menning Hjá Taks hava tey seinastu átta árini ella har á leið, brúkt nógva orku til tekniskar umleggingar. Sambært Eyðuni Mørkøre hevur tað sum nevnt havt við sær, at starvsfólkatalið er lækkað við 23, sum, sambært honum, øll eru farin við vanligari frágongd. Strategiin er greið Málið hjá okkum er at flyta fólk frá manuellum inntøppingaruppgávum til at taka sær av kundum og til at hava eitt betri eftirlit. Hesari ætlan hava vit arbeitt eftir í nógv ár, og so hvørt sum vit hava broytt arbeiðsøki, hava vit flutt fólkini til at taka sær av øðrum uppgávum. Tað inniber eisini, at vit uppstiga fólkini til nýggju arbeiðsuppgávurnar. Tað sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, tá hann greiðir frá broytingunum, sum stovnurin hevur verið ígjøgnum seinastu mongu árini. Fara vit nóg langt aftur, var alt arbeiðið, sum hevði við skattamyndugleikan - og toll fyri tað eisini - manuelt. Bæði hjá borgarunum og vinnuni, og hjá myndugleikanum. Men soleiðis er ikki longur. Sum árini eru gingin, hevur Taks lagt arbeiðið um, og í dag er ein stórur partur av arbeiðinum automatiseraður. Tað hevur broytingar við sær fyri starvsfólkini, viðgongur stjórin, og tað hevur man alla tíðina verið tilvitaður um. Tí hevur stovnurin eisini brúkt orku til at uppgradera førleikarnar hjá starvsfólkunum, so tey kunnu flytast til nýggjar uppgávur. Men sjálvandi hava vit minkað um starvsfólkahópin. Tað sigur seg næstan sjálvt, tí tá tú automatiserar uppgávur, so skal minni arbeiðsorka brúkast uppá tann partin. Men tey, sum eru farin, eru farin náttúrliga, tað vil siga, at tað eru fólk sum antin hava valt at fara sjálvi, ella fólk sum eru farin frá fyri aldur, sigur Eyðun Mørkøre. Hann leggur afturat, at tey á stovninum hava tað mál, at bæði stovnur og starvsfólk alla tíðina skulu flyta seg frameftir, og tí vil leiðslan fegin hava, at starvsfólkini eru opin fyri menningarmøguleikum. Eftir okkara tykki er hetta rætti vegurin fram, tí tað gagnar stovni og starvsfólki, og tá er størri møguleiki fyri, at tað eisini gagnar skattaborgarunum, sigur stjórin á Taks. Vit skapa ein pall, sum í framtíðini fer at gera tað møguligt at samskipa data og upplýsingar, sigur Nicolai M. Balle, verkætlanarstjóri hjá Talgildu Føroyum. Men broytingin hevur eisini við sær, at vit mugu flyta starvsfólkini til aðrar uppgávur, og tá hava vit brúkt orku til at menna tey starvsfólkini, so tey eru klár til at taka við nýggju avbjóðingunum, sigur Eyðun Mørkøre. Apoteksverkið var í nøkulunda somu støðu, og eisini har valdi stovnurin at uppstiga tey starvsfólkini, sum lógu ímillum. Vit kundu sagt fólk upp fyri at spart pening beint tá, men vit vistu at vit komu at fáa brúk fyri meira starvsfólki seinni, tí vit fingu aðrar uppgávur, og tí valdu vit at uppstiga tey starvsfólkini sum vóru og geva teimum møguleikan at halda fram, sigur Hjalti Gunnarstein. Men tað eru ikki allir stovnar sum hava peningin tøkan, tá farið verður undir talgilding, og tí er neyðugt, at myndugleikin er við - og tekur ábyrgd. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Tað er skilagott at automatisera og talgilda so nógv sum man kann, tí tað kann fyri tað fyrsta loysa arbeiðsorku frá teimum manuellu uppgávunum, sum krevja nógvar arbeiðstímar, og hesir kunnu so brúkast til at bøta um sambandið við viðskiftafólkini og at veita betri tænastur, sigur Edvard Heen. Men stóru stovnarnir, sum til dømis Almannaverkið, hava ikki nógv at geva av, tá tað snýr seg um játtan, og tí má myndugleikin spæla við, leggur stjórin á Almannaverkinum afturat. Gevur stórar møguleikar Hjá Talgildu Føroyum hava tey nú verið í gongd síðan á sumri í 2015, og málið er at skipa soleiðis fyri, at borgarar og virkir kunnu samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna, at tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum og at veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar. Málið við verkætlanini er at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá borgarunum, at útvega fyritreytir fyri at almenni geirin kann effektiviserast og at bøta um kappingarføri og skapa størri vøkstur og framleiðsluorku. Nicolai M. Balle er verkætlanarstjóri hjá Talgildu Føroyum, og hann skilir sum so, at formaðurin í Starvsmannafelagnum ivast, tí hóast verkætlanin hann er leiðari fyri, ikki er ein effektiviseringsverkætlan í sjálvum sær, er rættiliga sannlíkt, at hon fer at hava effektiviseringar við sær. Vit skapa ein pall, sum í framtíðini fer at gera tað møguligt at samskipa data og upplýsingar, og tað kann hava við tíðini hava sparingar við sær. Tí er tað ivaleyst skilagott at hava tann partin við, men tað er ikki ein uppgáva sum vit í Talgildu Føroyar hava nakað við at gera, sigur Nicolai Balle. Mugu fylgja tíðini Tá verkætlanin var sett í verk, vóru tað Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum høvdu ábyrgdina. Nú eru tað Poul Michelsen og Kristina Háfoss, sum hava ábyrgdina av somu málaráðum, og henda samgongan hevur tikið verkætlanina hjá undanfarnu samgongu til sín. Antin velja vit at taka málið í egnar hendur og skipa talgildingina sjálvi, ella kunnu vit enda við at fáa tað kroyst niðuryvir okkum. Tá hava vit lítla ella onga ávirkan á, hvussu tað sær út, og tí er hetta eitt skilagott stig, sigur Kristina Háfoss. Og hon er lutvíst samd við formanninum í Starvsmannafelagnum. Uppgávan at syrgja fyri, at starvsfólkini koma væl víðari, um tey til dømis missa arbeiði, skal takast í fullum álvara. Eftir mínum tykki er tað uppgávan hjá stovnunum at skipa fyri. Teir skulu lýsa avleiðingarnar fyri sítt arbeiðsøki, men sjálvandi skal landið, til dømis Lønardeildin, vera við. Tí skal Lønardeildin eftir mínum tykki mennast, so hon klárar at lyfta uppgávuna, sigur Kristina Háfoss. Spurningurin er so, nær stigini vera tikin. Sambært formanninum í Starvsmannafelagnum skal tað gerast alt fyri eitt, so starvsfólkini vita, hvar tey eru: Vit skulu verða ein aktivur partur av talgildu menningini, og vit skulu krevja, at vit eru heilt har frammi í samstarvinum við avvarðandi myndugleikan. Og vit skulu syrgja fyri, at starvsfólkini eru við, har avgerðirnar verða tiknar og sostatt við til at mynda sína egnu framtíð, sigur Súni Selfoss. Stórir fyrimunir við talgilding Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum er sannførd um, at arbeiðið, sum er sett í verk við verkætlanini Talgildu Føroyar, verður ein stórur fyrimunur fyri bæði land, borgarar og vinnulív. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at har skal millum annað gerast ein talgildur samleiki, og hann fer at hava við sær, at tað verður einfaldari hjá borgarunum at logga seg á tær ymsu skipanirnar. Sum støðan er nú, skulu brúkararnir minnast til eina ørgrynnu av loyniorðum til nógvar ymiskar skipanir. Men við nýggja talgilda samleikanum fáa vit eina skipan, sum kann brúkast til allar skipanirnar. Eisini netbankarnar, tí bankarnir hava jú forpliktað seg til at brúka hesa skipanina, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum. Men tað eru eisini aðrir møguleikar, sum kanska ikki hava verið so nógv frammi. Tað er millum annað, at ein felags plattformur kann gera tað møguligt hjá fólki sum búgva á útoyggj og kortini brúka tær tænasturnar, sum ikki eru atkomiligar í dag. Tað týdningarmesta er tó sambært Kristinu Háfoss, at nú eru tað vit sjálvi, sum gera av, hvussu vit skulu skipa okkum. Vit kunnu illa velja at lata vera við at talgilda ella automatisera. Gera vit tað, er vandi fyri at vit gerast eftirbátur í ólukkumát, og vandi er eisini fyri, at vit fáa skipanir smoygdar niður yvir okkum. Tá vit sjálvi velja at stýra talgildingini, verður tað gjørt eftir okkara tørvi, og tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri samfelagið, sigur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum. Sáttmálaavbjóðingar á Posta Sáttmálin fyri Posta er, eins og hinir sáttmálarnir hjá felagnum, ein økissáttmáli. Tað merkir, at sáttmálin skal haldast fyri øll starvsfólk, sum gera arbeiðið, sáttmálin fevnir um. Sama um tey eru limir í Starvsmannafelagnum ella ikki. Kanningar hjá Starvsmannafelagnum váttaðu, at fólk vóru sett í starv við treytum, sum vóru í andsøgn við sáttmálan, bæði hvat viðvíkur løn, arbeiðstíð, eftirløn og yvirtíð. Hesi starvsfólk vóru eftir øllum at døma ikki limir í Starvsmannafelagnum, tá ið tey undirskrivaðu setanarskrivini. Nøkur teirra hava kortini lima seg inn seinni. Starvsmannafelagið kærdi málið í fjørheyst og síðani hava jaligar samráðingar verið við Føroya Arbeiðsgevarafelag og Posta um eina tillaging av setanarskrivunum. Arbeiðsgevararnir hava greitt boða frá, at sjálvandi skal sáttmálin haldast. Tað merkir, at persónligu setanarskrivini nú verða broytt, so at tey sum minstamark lúka ásetingarnar í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum fyri Posta. Sum skilst hevur talan verið um meiri enn 20 kontraktir. Ávís leiðslustørv á Posta hava tó verið hildin uttanfyri broytingina. Broytingin merkir, at Posta framhaldandi fær møguleika fyri at geva starvsfólkunum betri løn og sømdir enn sáttmálin gevur teimum og sum tað í summum førum eisini hevur verið gjørt. Sáttmálin ásetir bert minstamarkið. Tagnarskyldan burtur Ein trupulleiki í málinum hevur verið, at starvsfólkini, ið hava havt persónligar kontraktir, hava fingið álagt tagnarskyldu um síni setanarkor og lønarkor. Álitisfólkini eru heldur ikki sloppin at síggja innihaldið. Hetta hevur Starvsmannafelagið átalað, tí felagið metir, at hetta er í andsøgn bæði við setanarlóggávu og sáttmála. Fyri felagið hevur tað til dømis havt týdning, at álitisfólkini kunnu síggja setanirnar, so at tey kunnu røkja sína eftirlitsuppgávu. Áðurnevnda tagnarskylda fellir nú eftir øllum at døma burtur, og tað fegnast Starvsmannafelagið um. Kappingarklausular Ein onnur avbjóðing á Posta hevur verið, at setananarskrivini fyri ávísar starvsbólkar hava innihildið kappingarklausular. Posta hevur mett, at klausularnir hava verið neyðugir fyri at verja fyritøkuna, tá ið fólk í lyklastørvum eru farin úr starvi. Starvsmannafelagið hevur tó mett, at klausularnir eru farnir ov vítt og hava raka órímiliga hart, uttan at geva tilsvarandi lønarsamsýning. Okkara sjónarmið hevur verið, at galdandi lóggáva, serliga marknaðarføringslógin, hevur givið Posta neyðugu verjuna, og at klausularnir tí hava verið óneyðugir. Starvsmannafelagið setir sítt álit á, at trupulleikin, sum vit hava víst á, verða loystur. Setanir eftir sáttmála Í 2016 hevur felagið eisini gjørt Posta vart við, at felagið heldur tað vera ein trupulleika, at størv vóru lýst leys í sáttmálaøkinum, uttan at tilskilað er, at størvini verða sett sambært sáttmála felagsins. Vit hava eina vón um, at Posta vil rætta hettar. Størv, sum hava verið lýst leys í seinastuni hava víst til sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum. Fáir limir Posta er tað av sáttmálaøkjunum hjá Starvsmannafelagnum, sum hevur lutfalsliga nógv fægstar limir. Organisatiónsprosentið í okkara sáttmálaøkjum liggur sum heild væl omanfyri 90 %. Á Posta liggur tað tó helst niðanfyri 70 %, vísir ein leyslig meting hjá felagnum. Limatalið á virkinum er lækkað støðugt, síðani felagið yvirtók sáttmálaøkið frá Postfelagnum í 2007. Nú øll størv í økinum verða sett við útgangsstøði í sáttmálanum, vónar Starvsmannafelagið, at limatalið á Posta eisini fer at vaksa aftur. Í sáttmálanum fyri Posta stendur, at tá nýggj fólk vera sett í økinum, skal felags álitisfólk fáa høvi at greiða frá limaskapi í felagnum, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað. Á góðari leið, men pláss fyri batum Í kanningini vórðu svarini umroknað til eitt miðaltal millum 0-5. Liggur miðaltalið omanfyri 3 verður tað mett at vera í lagi, er meðaltalið 4 er tað gott og 5 er sera gott. Samanumtikið vóru svarini omanfyri 3, sum er í lagi. Tó vóru tað nøkur fá svar, ið lógu beint undir 3, og okkurt beint á 3. Jalig heildarmynd Nógv gott er at gleðast um. Til dømis halda limirnir, at felagið hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum og er væl fyrireikað at møta framtíðar krøvum, ið verða sett einum framkomnum fakfelag. Limirnir hava rímiliga gott álit á, at Starvsmannafelagið tekur sær av teirra áhugamálum sum arbeiðstakarar. Teir eru rættuliga væl nøgdir við limaskapin í felagnum sum heild, og hugurin til útmelding, sum feløg í grannalondum hava upplivað seinnu árini, er ikki frammaliga í huganum hjá limunum í Starvsmannafelagnum. Pláss fyri batum Okkurt kundi tó verið betri. Limirnir halda millum annað, at felagið eigur at verða meiri sjónligt úti á arbeiðsplássunum. Nakað, sum felagið ætlar at gera meiri við, við títtari vitjanum á arbeiðsplássunum. Kunnleikin um arbeiðið at stovna fleiri fakbólkar í Starvsmannafelagnum er heldur ikki nóg stórur. Har kom miðaltalið akkurát upp á 3. Av røttum skuldi hetta verið hægri. Í sambandi við stovnanina av fakbólkum sendi felagið javnan teldupostar til limirnar um átakið, og skipaði fyri fleiri stovnandi fundum. Um hetta er skeiv mannagongd, ið varð nýtt ella tí at limir ikki meta at tað er neyðugt við fakbólkum skal ikki verða sagt, men áhugin at luttaka á fundunum var ikki stórur. Arbeiðið at stovna fleiri fakbólkar er fyribils lagt stilt. Tað liggur á markinum til ikki at vera í lagi við kunningini til limirnar, um hvat sáttmálin inniber og hvørjar limafyrimunir tey hava. til dømis tá umræður slag av tryggingum, ið tey eru umfata av og hvørja ráðgeving og tænastur felagið bjóðar, til dømis ókeypis sakførarahjálp. Hetta kann gerast betri. Spurt var hvussu ofta limir hyggja inn á heimasíðuna og facebook-síðuna hjá felagnum. Vit høvdu kanska væntað, at størri áhugi var fyri hesum miðlum, nú felagið hevur lagt størri dent á hesar tænastur, eftir at Starvsblaðið er farið úr fýra niður í eina útgávu pr. ár. Men har var úrslitið ikki nøktandi, og neyðugt er at marknaðarføra elektronisku miðlarnar betri fyri limunum. Minst ájavnt grannarnar Hetta er fyrsta nøgdsemiskanningin, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt. Vit hava sæð slíkar kanningar hjá okkara systurfeløgum í norðurlondum. Tí hildu vit, at tað var áhugavert at gera eina slíka kanning, bæði fyri at vita hvat limirnir halda um felagið, og fyri at samanbera okkum við aðrar norðurlendskar kanningar. Og so sjálvandi fyri at taka metingarnar hjá limunum til eftirtektar og leggja arbeiðið til rættis á slíkan hátt, at tørvurin hjá limunum verður nøktaður á besta hátt. Samanborið við norðurlendsku systurfeløg okkara, lógu vit ájavnt við tey í nógvum av svarunum og eisini nakað omanfyri á onkrum økjum, men pláss er altíð fyri at betra um tænastu- og kunningarstøðið. 1. september 2016 var ein søguligur dagur í føroyskari fakfelagssøgu. Hendan hósdagin avhendaði landið loksins Tryggingarfelagið LÍV, eftir at samráðingar høvdu verið við fakfeløgini í fleiri ár um at keypa tryggingarfelagið. Eiga helvtina Eigaraskiftið merkir, at eitt samtak av føroyskum fakfeløgum, P/F Fakfelag, fer at eiga helvtina av tryggingarfelagnum. Ognarfelagið, sum umboðar øll, sum eiga tryggingar í LÍV hevur fingið hina helvtina, uttan keypskostnað. Í fyrsta umfari keypir P/F Fakfelag 33 prosent av tryggingarfelagnum fyri 23 milliónir krónur. Avtalað er, at fakfeløgini seinni, í seinasta lagi um 10 ár, keypa 17 prosent afturat fyri 12 milliónir krónur. Sostatt fær P/F Fakfelag sína helvt av LÍV fyri tilsamans 35 milliónir krónur. Gott fyri limirnar Starvsmannafelagið er eitt av teimum 17 feløgunum í P/F Fakfelag. Fakfeløgini eru høvuðskundar hjá LÍV og Starvsmannafelagið og limir tess eru ein rættuliga týdningarmikið tryggingartakari. Við keypinum ynskja Starvsmannafelagið og hini fakfeløgini at tryggja sær beinleiðis ávirkan á hvussu teir nógvu pengarnir, sum limirnir gjalda inn til tryggingarnar, verða handfarnir. Eitt fakfelag hevur skyldu at tryggja at limirnir fáa sum mest burturúr hvørjari vunnari krónu. Sum medeigarar í LÍV fáa feløgini ávirkan á, hvussu tryggingarnar verða samansettar. Eitt møguligt vinningsbýti, sum annars hevði farið út til eigararnar, fer nú eisini aftur til tey, sum eiga polisur í LÍV. Avlopið fer snøgt sagt aftur til kundan. Tímalønt eru eisini vard av sáttmálanum Tímalønt. Hetta er eitt starvsheiti, sum vit kanska kenna best frá økinum hjá arbeiðarafeløgunum, handverkarafeløgunum og hjá felagnum fyri skrivstovu og krambafólk, S&K. Men av og á kemur hugtakið tímalønt eisini fyri í økinum hjá Starvsmannafelagnum. Fólk verða til dømis sett sum avloysarar eina stutta tíð, ella í starv, har arbeiðsuppgávan kann vera rættuliga skiftandi og ring at rokna út frammanundan. Fólk fáa setanarprógv, har tað stendur tímalønt og í landsins lønarumsiting er starvsheitið væl kent. Sambært Gjaldstovuni fingu meira enn 200 fólk løn sum tímalønt eftir lønarsáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í 2016. Starvsheitið skapar trupulleikar Í Starvsmannafelagnum vildu vit tó helst verið starvsheitið tímalønt fyri uttan. Tað hoyrir ikki natúrliga heima í okkara sáttmálum og harafturat hevur tað givið starvsfólkunum trupulleikar. Tað vísir seg sum, at summir arbeiðsgevarar hava misskilt rættarstøðuna, og hava viðgjørt hesi starvsfólk, sum eitt slag av B-starvsliði við skerdum rættindum. Í 2015 noyddist Starvsmannafelagið at stevna Fíggjarmálaráðnum fyri fasta Gerðarrætt, eftir at landið noktaði at rinda nøkrum starvsfólkum undir sáttmálanum eftirløn, við teirri grundgeving, at tey vóru tímalønt. Tíbetur eydnast at finna semju, so at eisini tey sokallaðu tímaløntu fáa eftirløn eftir sáttmálanum á jøvnum føti við onnur. Tað kemur eisini fyri, at arbeiðsgevarar nokta at rinda starvsfólki løn undir sjúku, tí tey eru tímalønt. Í staðin verða tey víst til dagpeningaskipanina, sum gevur verri dekning undir sjúku. Slík mál verða rættað, men tað kemur fyri, at starvsfólk mugu bíða leingi - viðhvørt í fleiri mánaðir - áðrenn tey fáa ta løn, tey høvdu rætt til undir sjúku. Einki serstakt fyri tímalønt Nógvir sáttmálar hava serligar ásetingar um lønarkor og arbeiðskor fyri tímalønt. Umframt áðurnevndu starvsbólkar hava til dømis sáttmálarnir hjá pedagogum og sjúkrarøktarfrøðingum serligar ásetingar ella partar um tímalønt starvsfólk. Men tað hava sáttmálarnir hjá Starvsmannafelagnum ikki. Okkara sáttmálar eru fyri fastlønt, royndarsett, fyribils sett og avloysarar og tíðaravmarkað sett. Vit hava lærlingar, praktikantar og frílansarar. Og, sum aðrastaðni, fólk, ið starvast fulla tíð ella niðursetta tíð. Men tímalønt finnast ikki sum ein serliga defineraður starvsbólkur í okkara sáttmálum. Orðið kemur fyri í sáttmálunum, men mest í sambandi við nøkur smærri praktisk viðurskifti. Støðan er sostatt tann, at tey tímaløntu - um tey vera lønt eftir sáttmálunum hjá Starvsmannafelagnum - hava rættindi sum ein av omanfyrinevndu starvsfólkum. Tey kunnu tí hava krav um bæði setanarprógv, eftirløn, løn, tá tey blíva sjúk og í sambandi við barsil, uppsagnartíð og onnur rættindi. Gaman í, setanin hjá teimum kann eftir umstøðunum vera so stutt, at grundarlag ikki verður fyri øllum sømdum. Men tá er orsøkin ikki, at tey eru tímalønt, men at setanin í roynd og veru er eitt avloysarastarv ella eitt fyribilsstarv. Og so hava tey rættindi , sum hesir bólkar hava. Tað valdast um hvør starvsavtala er gjørd í hvørjum einstøkum føri. Tá tað kemur til frítíð kann tó vera ein munur. Fólk í vanligum starvi fáa frí við løn, meðan ein tímaløntur fær frítíðarløn, sum verður útgoldin 1. mai. Nevnast skal, at eitt serligt undantak eru fyri dagrøktararnar, sum ikki hava rætt til løn undir sjúku, men mugu dúva uppá dagpengaskipanina, tá tey gerast sjúk. Sáttmálin er eitt. Harafturat kemur, at tey tímaløntu, eins og onnur í sáttmálaøkjunum hjá Starvsmannafelagnum, aloftast eru vard av starvsmannalógini (funktionerlógini). Ein lóg, sum tryggjar starvsfólkum líknandi rættindi sum sáttmálin. Heldur ikki í hesum sambandi hevur tað týdning í sjálvum sær, um tú ert tímaløntur ella ikki. Sostatt ber til at siga, at starvsbólkurin, sum í landsins lønarumsiting gongur undir heitinum tímalønt, er vardur á dupultum grundarlagi. Eftir sáttmálanum og eftir starvsmannalógini. Harafturat eru tey sjálvandi fevnd av aðrari lóggávu, sum er viðkomandi fyri arbeiðsmarknaðin, til dømis lógini um setanarprógv, javnstøðulógini, arbeiðsumhvørvislógini og persónsupplýsingarlógini. Um tú hevur spurningar um tímalønt, vinarliga vend tær til Starvsmannafelagið. Vælkomin í Smæruna Í Starvsmannafelagnum eru vit sera væl nøgd við bygningin, sum varð liðugt umvældur í fjør og er mestum ein nýggjur bygningur uttan og innan. Í roynd og veru er talan um trýggir sambygdir eldri bygningar. Gamla matvøruhandilin Smæruna, gamla slaktaríið hjá Smæruni og gamla sjónvarpsbygningin. Í elsta partinum av bygninginum, har slaktaríið húsaðist, hava vit valt at varðveita flísarnar á vegginum og glasveggin inni í rúminum. Hetta ger, at hølini hava varðveitt sína søgu, hóast karmarnir eru nýggir. Vit vildu at húsið skuldi hava eitt navn, og hvat var meira nátúrligt enn at kanna eftir hjá fyrrverandi eigarunum av handlinum Smærani, um vit kundu fáa loyvi til at brúka navnið Smæran. Hetta var játtað okkum, og fingu vit reklamuhúsið Nudlavirkið at tekna búmerkið, sum er ein mynd av eini smæru, har húsalitirnir ganga aftur. Smæruhøllin Hjartað í húsinum er gamla sjónvarpsstudio, sum er umbygt til eitt nýmótans autiorium, við allari tekniskari útgerð, sum eitt slíkt auditorium krevur, og við tveimum klivum til tulkar. Høllin hevur eina teleskoptribunu, sum hevur 121 sitipláss. Rúmið er fleksibult. Tað ber til at koyra tribununa inn, um tørvur er á at leiga høllina uttan tribununa. Tá hava vit borð og stólar til 120 fólk. Auditoriumhøllin kann leigast til ráðstevnur, fyrilestrar, fundir, skeið, framløgur, smærri konsertir og annað. Tað kann vera alment ella fyri innbodnum. Høllin hevur verið roynd við mong ymisk høvi, og hoyra vit javnan lýsingar um tiltøk í Smæruni. Eitt nú var nógv umrødda fiskivinnunýskipanin løgd alment fram í Smæruni. Afturmeldingarnar hava verið ógvuliga góðar og lata fólk væl at hølis- og ljóðviðurskiftunum. Starvsmannafelagið hevur roynt høllina tvær ferðir við tulkaútgerðini. Fyrstu ferð í august, tá felagið var vertur fyri eini norðurlendskari ráðstevnu og seinni til ein norðurlendskan fund. Tulkaútgerðin fekk bestu skoðsmál frá tulkunum. Tey vildu viðmæla hetta til teirra samstarvsfelagar, sum koma higar at tulka til ráðstevnur, fundir ella onnur tiltøk. Umframt høllina ber eisini til at leiga eini smærri fundarhøli í Smæruni, har pláss er fyri 14 fólkum kring fundarborðið. Eru tit áhugað at leiga høllina ella fundarhølið í Smæruni, kunnu tit venda tykkum til Svarsmannafelagið. Skrivstovurnar Tvær tær ovastu hæddirnar eru innrættaðar til skrivstovur. Upprunaliga bjóðaði Starvsmannafelagið fakfeløgunum at koma inn at leiga ella keypa seg inn í bygningin, so húsið kundi gerast ein fakfelagsmiðdepil. Hesum varð tó ikki áhugi fyri. Eitt felag er tó í húsinum og er tað føroysku fysioterapeutarnir. Tí varð farið út á privata leigumarknaðin og gekk ikki long tíð, so vóru øll hølini útleigaði til 12 fyritøkur. Talan er um ymiskar fyritøkur bæði í stødd og uppgávum. Onkrar eru einmans fyritøkur. Í Smæruni hava tey fingið egin hølir, men samstundis eru tey partur av einum størri hópi, sum møtist til kaffi í kantinuni, og har fáa ein sosialan felagsskap, og hevur hettar eydnast væl. 2016 - eitt norðurlendskt ráðstevnuár Starvsmannafelagið slapp av álvara at royna seg í leiklutinum sum vertur og ráðstevnufyrireikari í 2016. Felagið er limur í tveimum norðurlendskum samstarvsfeløgum, sum regluliga hittast til fundar og halda ráðstevnur. Annar er felagsskapurin NTR, sum umboðar umleið 340.000 starvsfólk, sum eru limir í fakfeløgum, ið skipa kommunalt sett í Norðurlondum. Hin er felagsskapurin NSO, hvørs limir arbeiða hjá landinum. Kjak um framtíðina Dagarnar 24. til 7. apríl 2016 hevði NTR ráðstevnu á Hotel Føroyum. Umleið 100 fakfelagsfólk vóru við. Undir yvirskriftini kjakaðust luttakararnir um framtíðar avbjóðingar hjá fakfeløgunum. Rákið er, at fakfeløgini í Norðurlondum missa limir. Arbeiðsloysi hóttir, samstundis sum alment virksemi verður privatiserað og útveitt. Talgildingin av tænastum er ein stór avbjóðing. Metingar vísa, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum fer at vera talgilt innan 2025. Ein avbjóðing, sum eisini er sera viðkomandi her hjá okkum, nú verkætlanin Talgildu Føroyar fer úr barkastokki. Á ráðstevnuni kjakaðust luttakararnir um hvussu feløgini kunnu møta teimum stóru avbjóðingunum á arbeiðsmarknaðinum. Demokratisk leiðsla 22. til 25. august 2016 sluppu nýggju hølini hjá Starvsmannafelagnum, Smæran, at standa sína roynd. Hesaferð var tað NSO-felagsskapurin sum setti kikaran á demokratiskan leiðsluhátt. Umleið 60 fakfelagsfólk hittust. Her deildu tey royndir og kjakaðust um hvussu fakfeløgini kunnu tryggja, at starvsfólkini verða tikin við uppá ráð, tá ið leiðslan tekur avgerðir, ið viðkoma starvsfólki og arbeiðsplássi. Leiðslan hevur rætt at leiða og fordeila arbeiði. Hinvegin er tað ein óreingiligur partur av sáttmálaskipanini í Norðurlondum, at leiðslan skal taka starvsfólkini við í avgerðirnar. Tað skal vera gjørt gjøgnum álitisfólkini og samstarvsnevndirnar. Á ráðstevnuni varð viðgjørt hvussu reglurnar fáast at virka í gerandisdegnum, og hvussu stjórin og starvsfólkini kunnu fáa eitt so gott samstarv sum til ber, har partarnir virða rættindini hvør hjá øðrum. Í Starvsmannafelagnum uppliva vit tíverri ikki so sjáldan, at leiðslur leypa bukk um sáttmálaásetingar og starvsfólkaávirkan. Tí var hendan ráðstevnan eitt kærkomið høvi at læra av royndunum hjá øðrum og frætta hvat onnur hava gjørt til tess at at tryggja medávirkan á arbeiðsplássunum. Alt í alt vóru hetta tvær ráðstevnur, har Starvsmannafelagið slapp at royna seg sum vertur og ráðstevnufyrireikari. Tvær ráðstevnur, har vit fingu nógv gott við okkum at nýta í arbeiðinum til frama fyri limirnar. Tá skaði hendir á arbeiðsplássinum Hetta skal mann minnast til, tá skaði hendir á arbeiðsplássinum. Eitt fyribrigdi, sum vit øll vilja sleppa undan, men sum hendir dagliga, er arbeiðsóhapp. Hesi kunnu bæði vera meira ella minni álvarsom. Harumframt kunnu arbeiðsóhapp bæði vísa seg likamliga og/ ella sálarliga. Í sambandi við slíkar hendingar er tað sjálvandi fyrst og fremst viðgerðin av tí skaðarakta, sum hevur týdning. Ein annar liður í slíkum hendingum er, at tær skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum. Arbeiðseftirlitið nýtir slíkar fráboðanir til at meta um ítøkiligu hendingina, at meta um grundarlag er fyri at gera eftirlit og hagtøl. Hvat skal fráboðast? Eitt arbeiðsóhapp er sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni at skilja sum ein persónskaði, ið er hendur av arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, um so er, at vanlukkan ella óhappið hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin. Slíkar hendingar, umframt allar eitranir skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum sum skjótast og áðrenn 9 dagar eru farnir. Er talan um álvarsligar vanlukkur og eitranir skal Arbeiðseftirlitið harumframt hava fráboðan beinanvegin umvegis telefon. Hvussu skal fráboðast? Arbeiðsóhapp ella arbeiðsvanlukkur skulu fráboðast umvegis viðkomandi oyðublað frá Arbeiðseftirlitinum, ið finst á heimasíðu teirra. Hvør skal boða frá? Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at boða frá teimum vanlukkum, sum raka hansara arbeiðsfólk. Rakar vanlukkan onkran, sum ikki arbeiðir í fyritøkuni, eigur viðkomandi sjálvur at syrgja fyri, at boðað verður frá. Eisini tey, sum eiga ella brúka maskinur, hava skyldu at boða frá vanlukkum. Tilgongdin víðari Seinast 2 arbeiðsdagar eftir móttøku av skaðafráboðanini verður ein móttøkuváttan send arbeiðsgevaranum, skaðarakta og møguligum starvsfólkavaldum trygdarumboði á arbeiðsplássinum. Seinast 2 vikur aftaná móttøku av móttøkuváttanini verður eitt skriv sent til omanfyri nevndu partar, um hvørt Arbeiðseftirlitið ger meira við málið ella ikki. Endurgjald og Føroya Vanlukkutryggingarráð Arbeiðseftirlitið umsitur ikki lóggávuna um endurgjald í sambandi við avleiðingar av arbeiðsskaða. Føroya Vanlukkutryggingarráð tekur avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúkur vegna arbeiði. Føroya Vanlukkutryggingarráð finst á C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn. Meira fæst at vita á nýggju heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum. Fundir fyri álitisfólkum Teir báðir føstu fundirnir fyri øllum álitisfólkunum í Starvsmannafelagnum vóru í juni og desember. Starvsmannafelagið hevur umleið 120 álitisfólk. Tilmeldingin í juni og desember var ávikavist 97 og 94 fólk. So álitisfólkini er rættiliga trúføst. Í juni greiddi nýsetti sálarfrøðingurin á Arbeiðseftirlitinum frá sínum starvi og ein høvuðsritgerð um eina varskógvaraskipan í Føroyum varð umrødd. Møguleikarnir fyri limaráðgeving og ein umlegging av kunningini frá pappírsblaði til heimasíðuna vóru eisini á skránni. Í desember var evnið Talgildu Føroyar. Um avbjóðingarnar, sum ætlanin at talgilda almennu fyrisitingina, fer at geva millum annað fakfeløgunum. Eisini varð kunnað um eftirlønarreformin, sum er á veg, og hvørjar mannagongdir galda, tá skaði hendir á arbeiðsplássinum. Talgildu Føroyar er ein stór avbjóðing Hava vit í roynd og veru brúk fyri fakfeløgum. Harra Gud, vit eru í 2017, hvør er uppgávan og hvat fáa vit sum limir burturúr. Er hetta ikki ein gomul leivd, ein farin tíð? Nú farið er undir at talgilda tann almenna geiran, mugu vit ikki gloyma søguna aftanfyri fakfeløgini. Jóannes Dalsgaard skrivar í bókini um Fylking, sum kom út í 1997, millum annað soleiðis: Arbeiðararørslan hevur sínar røtur í seinnu helvt av 18. øld, í tí tíðarskeiðinum, tá tær framleiðandi kreftirnar mennast og maskinurnar alt meira taka yvir arbeiðið frá menniskjuni. Hetta hendir í byrjanini av tí, ið vit vanliga nevna ídnaðarkollveltingin. Vanliga siga vit at hendan gongdin av álvara fór at bera við Føroyar umleið 1870-1910, tá sluppfiskiskapurin, fiskavirking og klippfiskaútflutningur er vorðin høvuðsvinna í Føroyum. Ídnaðarkollveltingin var ikki bert ein tøknilig bylting, har tól og verksmiðjur eyðkendu býarmyndirnar. Kollveltingin elvdi eisini til nýggjan stættarbygnað og nýggj stættarviðurskifti millum menniskjuni. Við ídnaðarkollveltingini sprongdust karmarnir fyri tí samfelag, sum í øldir hevði verið støðugt. Haldi flestu okkara í dag munnu fegnast um tíðina, tá farið var frá, at alt arbeiði meira ella minni varð gjørt við handamegi til at maskinurnar tóku yvir. Hetta tíðarskeiðið hevur heilt vist verið við til, at framburðurin á so at siga øllum økjum í heiminum hevur verið so enormur. Ringt er at ímynda sær hvussu heimurin annars hevði sæð út í dag. Nú vit eru í fyrru helvt av 21. øld, kunnu vit væl sammeta støðuna við tað, sum byrjaði at henda í Evropa í 18. øld. Vit standa á gáttini til at broyta alt samfelagið til ein talgildan heim, ið vit enn ikki heilt kenna avleiðingarnar av. Sigast má, at hetta er ikki heilt ólíkt ídnaðarkollveltingini. Vit fara frá, at tað eru menniskju, ið eru aftanfyri allar gerðir og avgerðir og sum enn fóðra maskinur o.a. við tí tær skulu gera, til at maskinurnar frá byrjan av verða programmerað at gera tað arbeiði, ið gerast skal. Her er einki menniskjaligt lið. Her er eingin natúrliga kenslulig avgerð. Einki menniskja aftanfyri. Bert kaldar og kyniskar dátur, ið ikki taka serlig fyrilit og ikki rúma menniskjansligum umhugsni. Er hetta tað, vit vilja og ynskja við okkara almennu umsiting? Eitt er vist, eins lítið og tað bar til at seta seg upp móti ídnaðarkollveltingini, so ber tað heldur ikki til at steðga menningini á talgilda økinum. Vit mugu fylgja tíðini. Men vit skulu vanda okkum. Áðrenn vit koma so langt, at vit lata dyrnar heilt upp fyri talgilda streyminum, má politiski myndugleikin gera sær púra greitt hvat hann vil við hesum. Hvørjar avleiðingar hetta fær fyri samfelagið alt, og ikki minst tey fólk, her undir starvsfólk, hetta fer at raka. Hvør skal gera arbeiðið, sum krevst fyri at tólmennini gera, sum vit vilja? Hvat skal henda við øllum teimum menniskjum, sum verða til avlops og - um ikki annað verður gjørt - kunnu enda úti í arbeiðsloysi, har avleiðingin kann verða øgilig, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið, sum tá skal forsyrgja teimum. Jú, talgilda framtíðin er spennandi, men hon reisir eisini nógvar spurningar. Eg haldi, at fyri fakfeløgini er eingin ivi um, at talgildingin av samfelagnum er og verður ein av størstu avbjóðingunum í framtíðini. Hyggja vit aftur í tíðina, til ídnaðarkollveltingina, so er støðan í dag meinlík støðuni tá, við tað at fakfeløgini hava og fara at hava ein rættuliga sentralan leiklut í tí talgilda menningarsamfelagnum. Um fakfeløgini ikki eru har at halda eitt vakið eyga við menningini og teimum fylgjum, ið standast av hesum, so verður eingin at verja verandi rættindini. Tað verður heldur eingin at gera nýggjar avtalur, ið eru lagaðar til arbeiðsmarknaðin, sum tá verður. Eisini mugu vit hava eitt vakið eyga við, at tað verður liviligt hjá øllum borgarum í samfelag okkara. Vit skulu ikki reka fakligt stríð, sum gjørt var undir ídnaðarkollveltingini, sum í fyrsta umfari hevði til endamáls at beina fyri maskinunum, tí arbeiðararnir og fleiri við teimum hildu maskinurnar taka breyðið úr munninum á arbeiðarunum. Men vit mugu alla tíðina vera á varðhaldi og fylgja við hvat hendir við øllum teimum, sum eru í vanda fyri at missa sítt starv orsaka av talgildingini. Vit skulu verða ein aktivur partur av talgildu menningini, og vit skulu krevja, at vit eru heilt har frammi í samstarvinum við avvarðandi myndugleikan. Og vit skulu syrgja fyri, at starvsfólkini eru við, har avgerðirnar verða tiknar og sostatt við til at mynda sína egnu framtíð. Vit skulu verja okkum fyri, at vit ikki enda sum menniskjaligir trælir í talgildu kollveltingini. Samráðingar um ein seniorpolitikk Spurningurin um nær starvsfólk skulu fara frá við eftirløn hevur aftur verið frammi nakrar ferðir. Sjálvur haldi eg ikki, at eftirlønaraldurin skal hækkast úr teimum núverandi 67 árunum. Tað eru heilt vist aðrir og betri hættir at lata upp fyri, at fólk í senioraldri kunnu verða verandi á arbeiðsmarknaðinum eftir at tey eru fylt 67, enn at hækka fráfaringaraldurin. Eg haldi, at eisini her kundu fakfeløgini og politisku flokkarnir farið undir eitt gott samstarv og saman funnið eina virðiliga loysn. Tað finst ein betri uppskrift til hvussu føroyingar kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Tað góða arbeiðsumhvørvið, lívslong læra og tað, at man verður mettur sum ein virðilig arbeiðsmegi, er høvuðsuppskriftin. Eg ivist onga løtu í, at flest øll, ið hava orkuna, vilja arbeiða longur, um tey hava eitt gott arbeiðslív. Altíaltsnýrtaðsegumálitá arbeiðsplássinum og eitt gott samstarv millum sáttmálapartarnar, og vilja at finna loysnir millum samgonguna og løgtingið. Okkara boðskapur til samgonguna og løgtingið er tí: Gloymið alt um at hækka eftirlønaraldurin. Latið okkum í staðin gera tað vit duga best saman: Lat okkum kring eitt samráðingarborð gera eitt konkret uppskot til eitt betri arbeiðslív og lívlanga læru og konkret initiativ til hvussu seniorar kunnu verða longur á arbeiðsmarknaðinum. Ein loysn funnin við dialogi og samráðingum - og ikki við lógarásettum tvingsli - er nevniliga sjálvur kjarnin í norðurlendsku arbeiðsmarknaðskipanini. Ein skipan við frælsum samráðingum, sum eisini hevur víst seg at virka nógv best í tí veruliga lívinum. Ger tína skyldu, krev tín rætt Ger tína skyldu og krev tín rætt, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í nýggjársrøðu síni gamlaárskvøld 2016. Ivaleyst sipaði hann til, at tað nyttar einki at standa á síðulinjuni og grenja og krevja hetta og hatta av samfelagnum, uttan samstundis at lata nakað aftur til samfelagið. Løgmaður ynskir helst tað sama sum flest onnur, at øll, ið búleikast her, eru við til at gjalda tað, ið samfelagið kostar at reka. Eg haldi, at meginparturin av okkum ikki hugsar annað enn, at sjálvandi skulu vit hava tær almennu tænastur vit í dag hava, so sum skúlar, sjúkra- og heilsuverk og barnatænastur. At liva í einum samhaldsføstum samfelag merkir, at allir borgarar eftir førimuni gjalda sín skatt og tey avgjøld, ið eru neyðug fyri at reka tær tænastur, vit krevja av samfelagnum. Hvør vil av við tær samhaldsføstu tænasturnar vit í dag hava? Ongin! Tí eri eg so púra samdur við Aksel V. Johannesen, løgmanni, tá hann sigur, Ger tína skyldu og krev tín rætt. Vit mugu øll eftir førimuni leggja tað eftir okkum, sum vit eru før fyri. Tað er ikki meira enn rímuligt og ikki ov nógv kravt, at vit øll eru ein aktivur partur, tá tað ræður um at varðveita tað vælferðarsamfelag, vit liva í. Limirnir hjá Starvsmannafelagnum eru ikki júst kendir fyri alment at grenja um hetta og hattar, men tey gera so sanniliga sína samfelags skyldu. Jú, tey fáa løn fyri tað tey gera, men tey lata so sanniliga eisini nakað aftur og tað ríkiligt. Hvønn dag, árið runt er almenna tænastukervið í gongd, og tað eru verulig menniskju, ið sita aftanfyri hvørt einasta punktum, ið fer ígjøgnum almenna systemið. Hetta eru starvsfólk, sum leggja alla sína orku og allan sín stoltleika í at veita eina so góða tænastu til føroysku borgararnar sum møguligt. Ver við til at varðveita samhaldsfasta samfelagið. Ger tína skyldu og krev tá tín rætt. Samráðingar við FMR og KAF í heyst Til sáttmálasamráðingarnar í heyst vil eg síggja viljan hjá samgonguni at lyfta lægst løntu starvsfólkini eitt gott vet upp á lønarstiganum. Eitt av høvuðsendamálunum hjá einum fakfelag er at samráðast um lønir til limirnar, og um hvussu sáttmálaviðurskiftini skulu vera. At samráðast um løn og blíva samd um hvussu ein lønarhækkan skal býtast millum limirnar, kann verða ein trupul kabala at fáa at ganga upp. Lat ongan iva verða um, at tá vit samráðast um lønarviðurskiftini, so verður altíð hugsað um allar limir felagsins. Vit mugu alla tíðina hava í huga hvussu limirnir fáa sum mest burturúr. Men øll kunnu ikki fáa alt. Tað ber ein karmur ikki. Ofta verður sagt, at tey við teimum longu útbúgvingunum og tey við ábyrgd á ymisku økjunum fáa alt ov lága løn. Vit mugu tó staðfesta, at tað júst eru tey við hægru útbúgvingunum, sum ofta hava fingið størra lønarposan eftir at sáttmálin er komin upp á pláss. 1. oktober ganga sáttmálanir við Fíggjarmálaráðið (FMR) og við Kommunala Arbeiðsgevarafelag (KAF) út. Einki er avtalað enn hvussu hesar samráðingar skulu fara fram, nær tær skulu byrja, og um fakfeløgini skulu samráðast saman, ella tey skulu samráðast hvør sær, sum vanligt hevur verið. Men lat ongan iva verða um hetta: Til sáttmálasamráðingarnar í heyst vil eg síggja viljan hjá samgonguni til at lyfta lægst løntu starvsfólkini eitt gott vet upp á lønarstiganum. Vit mugu ikki gloyma tey, ið sita við lønum, sum eru so lágar, at ilt er at fáa endarnar at røkka saman. Starvsetan teirra loyvir teimum í løtuni ikki hægri løn, men krøvini til teirra tróta ikki. Tí vil eg til komandi sáttmálasamráðingar eisini síggja viljan hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at verða við til at lyfta starvsfólkini í tí lægra lønarendanum upp. Hetta so at tað merkist og sæst aftur, og gevur teimum eina virðiliga løn, sum tey kunnu liva av. Eg kann ikki ímynda mær, at nakar hevur nakað ímóti, at tey lægstløntu starvsfólkini á almenna arbeiðsmarknaðinum, fáa ein størri bita av køkuni, tá karmurin verður býttur næstu ferð. Tilbúgving og skipað viðurskifti Ódnirnar í vetur settu ein keðiligan dám á árið ið fór. Men samstundis vísti hetta okkum, hvussu umráðandi tað er, at vit hava skipaði viðurskifti í okkara samfelag. At vit í Føroyum hava so nógv og rakst fólk í bjargingarfeløgunum kring landið, sum ikki bakka fyri vánaliga veðrinum, kunnu vit øll vera sera takksom fyri. Hetta eru fólk, sum við lívinum í váða, fara út í stormarnar og royna at bjarga tí, ið bjargast kann. Uttan hesi djørvu fólk hevði skaðin heilt vist verið nógv størri. Á okkara sáttmálaøki sóu og hoyrdu vit hvussu stóran týdning Strandfaraskip Landsins, Landsverk, SEV og Kringvarp Føroya hava í slíkum álvarsligum støðum. Hetta eru alt limir í lyklastørvum, sum tryggja at hjólini mala, tá ið vit onnur kundu halda frí. Hesi fólk, bæði tey starvsettu og tey sjálvbodnu, hava størstu virðing uppiborna og skuldu verið heiðra fyri teirra ósjálvsøkna arbeiði. Ikki tí. Alt kann gerast betur, og vit kunnu fegnast um, at politiski myndugleikin sær álvaran í hesum og hevur játtað pengar til, at ein tilbúgvingarsamskipari nú verður settur í starv. Hetta er eitt framstig, ið fer at gera, at øll tilbúgvingin í landinum verður stýrd úr einum og sama stað. Fólkavøkstur - lønarlagið má hækka At gera íløgur í útbúgvingarmøguleikar og trivnað man verða besta íløga, ið gerast kann. Besta prógvið um hetta man verða vøksturin í fólkatalinum seinastu árini. Samstundis sum útbúgvingarmøguleikarnir á millum annað Fróðskaparsetri Føroya eru bøttir munandi og útboðið av lukrativum størvum er vaksið, er fólkatalið eisini hækkað. Hetta er sjálvandi at fegnast um - og tað gera vit eisini. Men eitt eru útbúgvingar og størv, annað er lønarlagið. Um vit hyggja eftir lønarlagnum og kostnaðarstøðinum, munnu Føroyar vera dýrasta landið í norðurlondum at búgva í. Miðallønin er lág og skatturin høgur. Kostnaðurin á fastogn og leigukostnaðurin eru høgir í mun til inntøkurnar. Og kostnaðarstøðið hjá vanliga húsarhaldinum er væl hægri enn í flestu londum, vit vanliga sammeta okkum við. Tann stóra avbjóðingin verður hvussu vit tryggja fólkavøksturin. Í hesum sambandi mugu politikararnir spyrja seg sjálvar: Hvat skulu vit gera fyri at tey, ið eru komin aftur, verða verandi, samstundis sum vit varðveita tilflytingina á sama støði sum nú? Mítt boð er, at fyrst og fremst má útgjaldslønin hækka til eitt støði, so at vanliga fólkið fær eitt fíggjarligt andarhol í gerandisdegnum. Vit mugu minnast til, at tey, ið koma til landið og vilja byggja sína framtíð her, helst eru ung fólk í besta aldri. Fáa tey ikki møguleika fyri at skapa sær livilig kor og eina virðiliga framtíð við húsi/íbúð, børnum og frítíðarítrivum, skal ikki roknast við, at trivnaðurin er intaktur og at tey treytaleyst verða verandi her. Vit skulu helst ikki aftur síggja eina slíka fráflyting, sum vit upplivdu í sambandi við kreppuna fyrst í nítiárunum. Fyri ikki so mongum árum síðani varð spátt, at fólkatalið í Føroyum støðugt fór at minka til tað hevði funnið eina náttúruliga legu, sum lá um helvtina av tí, tað er í dag. Higartil er hetta er gjørt til skammar - og lat okkum halda fast við hesa góðu gongd. Nýggj almenn lønarskipan á veg Eitt stórarbeiði, ið liggur fyri framman hjá felagnum, er arbeiðið at gera ein nýggja almenna lønarskipan. Uppgávan er at tryggja, at tilsvarandi útbúgvingar fáa tilsvarandi løn, og umráðandi er, at nýggja lønarskipanin ikki verður eitt afturstig fyri nakran. Tá felagið samráddist um nýggjan sáttmála í 2015 gjørdu partarnir avtalu um at virka fyri, at arbeiði at gera nýggja lønarskipan skuldi setast í gongd í sáttmálaskeiðinum. At gera eina nýggja lønarskipan er ikki nakað, sum nýliga hevur stungið seg upp. Starvsmannafelagið hevur líka síðani 2003 havt ynski um, at sáttmálapartarnir settu seg saman at arbeiða við eini nýggjari almennari lønarskipan, men ikki fyrr enn nú, er sjøtul settur á. Arbeiði er so smátt farið í gongd. Seks limir eru valdir í eina lønarnevnd, sum saman við lønarnevndarforkvinnuni, Súsonnu Olsen, væntandi skal gera álit, ið verður latið landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum. Málið er at røkka einum (í øllum førum partvísum) úrsliti, áðrenn komandi sáttmálasamráðingar, sum verða í heyst. Eftir mínum tykki má lønarnevndin, sum eitt tað fyrsta, finna útav hvat innihaldið í einari slíkari lønarskipan skal verða. Spurningurin er hvat meira enn løn skipanin skal innihalda. Tað verið seg spurningar sum til dømis: Eftirløn, feria, sjúka, førleikar, ábyrgd og starvsinnihald Hvør skipan er rættast fyri okkum og hví Er ein nýggj skipan neyðug og hví Hvat fáa partarnir burturúr skipanini og hvørjum gagnar hon Tað má undir ongum umstøðum verða lagt nakað band á arbeiðandi nevndina, áðrenn hon veruliga er farin til verka. Tað má ikki frammanundan áleggjast lønarnevndini, at niðurstøðan hjá nevndini ikki má kosta nakað fyri land og kommunur. Tað er sera umráðandi, at eingin í núverandi lønarskipan fer niður í løn ella missir nøkur av teimum rættindum, tey hava í dag, tá ið tey verða innplaseraði í eina nýggja lønarskipan. Av tí at Starvsmannafelagið hevur so nógvar starvsbólkar, sum eru bæði á sjógvi, á landi og í luftini, er lítil ivi um, at Starvsmannafelagið væntandi fær mest gagn av eini nýggjari lønarskipan. Um skipanin verður, sum vit ynskja okkum hana, verður hon eitt stórt framstig og eitt hent amboð, sum kemur at hjálpa okkum øllum at innplasera øll alment sett starvsfólk. Les meira um evnið á temasíðunum um almennu lønarskipanina aðrastaðni í blaðnum. Spátt verður, at fyrsta dagin fer íbúgvaratalið í Føroyum upp um 50.000. Ongantíð fyrr hava so nógv fólk búð her á landi. Heldur ongantíð hava so nógv fólk við øðrum etniskum uppruna búð í Føroyum, og tað haldi eg vit kunnu fegnast um. Hóast hesa positivu gongd, so tykist sum at óttin fyri øllum tí, ið fremmant er, ongantíð fyrr hevur verið so sjónligur, eisini her hjá okkum. Tað stoytir meg at síggja og hoyra alt tað neiliga, sum verður skrivað og sagt um tey fremmandu og tað sum fremmant er, á teimum sosialu miðlunum og í almenna rúminum. Eg havi eina keðiliga kenslu av, at óttin, og tíverri eisini fremmandahatrið, er um at fáa fastatøkur í samfelagnum. Starvsmannafelagið hevur javnrættindi í sínum skjaldramerki, og sum fakfelag mugu vit gera vart við, at javnrættindi er galdandi fyri okkum øll, óansæð trúgv, húðalit, kyn og politiska ella kynsliga sannføring. Eg vildi tí ynskt at vit sýna teimum fremmandu tað tiltikna føroyska gestablídni og taka væl ímóti teimum, ið velja Føroyar sum teirra heimstað. At vit vísa teimum, at her er vítt til veggja og høgt til loftið, og møta teimum við opinleika og virðing. Hinvegin er tað ein sjálvfylgja, at vit krevja at tey fremmandu vilja integrera seg í samfelagið, at tey laga seg eftir føroyskum virðum og føroyskari mentan og virða tey. Eru vit opin fyri tí fremmanda og tey opin fyri okkum, koma vit øll framhaldandi at liva í heimsins besta landi. At hava eitt margmenta samfelag, har rúm er fyri øllum, ger bara samfelagið enn ríkari. Samhugi við krígsoffrunum 2016 var eitt ár merkt av nógvum ófriði og brotum á mannarættindini. Sum fakfelag skulu vit gera manngarð um mannarættindi og fólkaræði og tala at, tá ið órættur verður gjørdur. Eisini úti í heimi. Serstakliga óhugnalig yvirgangsálop hava verið á púrasta ósek fólk, so at siga beint uttanfyri okkara egnu dyr. Bæði í Nice og Berlin vóru ógvuslig álop á ósek fólk, sum tykjast heilt óverulig. Annað er kríggið í Sýria. Skakandi myndir frá ræðuleikunum í Aleppo, har stjórnarhermenn og uppreistrardeildir, hvør um annan, hava bumbað púra ósekar borgarar. Kvinnur. Menn. Børn. Eg fari tí her at takka politisku ungmannafeløgunum og Amnesty International, Føroya Deild, fyri, at tey, við tiltaki á Vaglinum í desember mánað, varpaðu ljós á ræðuleikarnar. Mitt í øllum jólaresinum fingu tey okkum at støðga á eina løtu og hugsa um støðuna. Og er tað so, at tiltakið hevur fingið bara onkran at ressast við og veita eina hjálpandi hond við stuðli, er ógvuliga nógv vunnið. Sparingarnar halda áfram Gamlaárskvøld helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, sína nýggjársrøðu fyri Føroya fólki. Ein góð og savnandi røða, sum fevndi víða og vendi sær til vanliga føroyingin. Hann segði millum annað: Í løtuni gongur óvanliga væl í Føroyum, fleiri eru vorðin nógv ríkari, men framburðurin skal ikki metast útfrá hvussu gott tey ríku hava tað, framburðurin skal metast útfrá hvussu tey fátækastu og veikastu hava tað, tí eru fleiri grundleggjandi stig tikin til. Jú, víst er betringar gjørdar fyri tey lægstløntu, barnafamiljurnar og fyritíðarpensjónistar, og tað fegnast vit sjálvandi um. Men her eru onnur viðurskiftir, ið ikki eru nóg góð. Tað eru almennir stovnar, ið ikki halda egnan starvsfólkapolitikk, við tað at arbeiðsumstøðurnar ikki liva upp til krøvini, sum lóggávan um arbeiðsumhvørvið setur. Nógvir stovnar hava verið raktir av umfatandi og afturvendandi sparingum í fleiri ár. Skerjingar, sum hava gjørt, at starvsfólkahópurin er minkaður niður í tað, sum man hevur hug til at halda er óforsvarligt. Skerjingar, sum hava gjørt, at starvsfólkini mugu renna skjótari enn nakrantíð. Hetta er ikki nakað nýtt. Undanfarnu samgongur hava staðið fyri hesum og núverandi samgongan heldur fast í tí sama, og tí røkist onki fyri at hetta verður broytt. So á hesum økinum sæst ikki tann stóri munurin á eini høgraamgongu og eini vinstrasamgongu. Støðan er júst tann sama. Tríparta samstarv um tilbúgving móti strongd Í 2020 verður strongd størsta fólkasjúkan í okkara parti av heiminum. Tað hava serfrøðingar leingi spátt. Vit nærkast 2020 við rúkandi ferð, men enn dugi eg ikki at síggja nakra politiska ætlan fyri hvussu man ætlar at fyribyrgja hesum stóra vandamáli. Í seinastu sáttmálunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið eru partarnir samdir um at virka fyri einum góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsgevarasíðan hevur bundið seg til at gera vegleiðingar um strongdarpolitikk og sjúkrafráveru. Sjálvandi skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera sítt. Tað er tó ikki nóg mikið. Almennu Føroyar mugu eisini spæla við, um tað veruliga skal muna. Samgongan hevur í samgonguskjali sínum boðað frá einum trípartasamstarvi. Tað er eitt samstarv, har politiska skipanin saman við arbeiðsgevarum og fakfeløgum umrøða og gera semjur um áleikandi arbeiðsmarknaðarmál. Lat okkum í felag seta sjøtul á hetta samstarvið við at fara inn í trupulleikan viðvíkjandi strongd á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta skal vera mín áheitan á landsins myndugleikar og okkara sáttmálapartar. Latið okkum fara út í eitt konstruktivt trípartasamstarv, har vit fyrst gera eina góðskumeting av almennu fyrisitingini, við tí endamáli at staðfesta hvussu stórur trupulleikin í veruleikanum er viðvíkjandi strongd millum starvsfólkini í almenna sektorinum. Latið okkum síðani semjast um eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit fyribyrgja og helst basa hesi fólkasjúku, sum hóttir føroyska arbeiðsmarknaðin. Kanningin, ið Starvsmannafelagið gjørdi í 2014, staðfesti, at strongd er eitt minst líka stórt vandamál í Føroyum sum í grannalondunum. Og at hetta helst kostar føroyska samfelagnum uml. 140 milliónir krónur árliga, um sammett verður við donsk tøl. So umframt at verja fólkaheilsuna eru pengar at spara. Nógvir pengar, sum kundu komi rættiliga væl við aðrastaðni í almennu umsitingini. Mentala heilsan og trygdarumboðini Nakað, sum vit hava hoyrt meira og meira til seinastu árini, er spurningurin um arbeiðsumhvørvið á okkara arbeiðsplássum. Í hesum sambandi hevur skipanin við trygdarumboðum ein avgerandi leiklut. Trygdarumboðini eru ein lógarfest skylda, og vald trygdarumboð skulu vera við til at ansa eftir trygdini og heilsuni á okkara arbeiðsplássum, sum arbeiðsgevarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av. Tað er uppgávan hjá arbeiðsgevaranum/stovninum at syrgja fyri, at trygdarumboð verður valt, men eg havi varhugan av, at hetta kanska ikki altíð verður fylgt, og at tað ikki eru trygdarumboð allastaðni, har tað krevst. Tað hevur alstóran týdning, at skipanin við trygdarumboðum virkar fullvæl. Eitt annað, sum hevur stóran týdning er, at trygdarumboðini verða væl skúlaði, og neyðugt er at fylgja væl við til tess at tryggja, at trygdarumboðini altíð fáa fullgóða undirvísing. Ein serlig avbjóðing í sambandi við arbeiðsumhvørvið, er eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Eitt øki, sum Starvsmannafelagið hevur havt nógv fokus á. Á hesum øki eru vit í Føroyum enn bert nýbyrjarar. Tað er alneyðugt at trygdarumboðini beinanvegin fáa fáa eina munagóða útbúgving, tá ið umræður sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tað skal gerast líka sjálvsagt og natúrligt at lofta og at fráboða viðurskifti so sum happing, sexsjikanu og annað, ið hevur við sálarligu heilsuna hjá starvsfólkunum at gera, sum tað í dag er, tá tað snýr seg um fysiskar arbeiðsskaðar og fysiskar trygdarfyriskipanir. Eg vildi ynskt, at trygdarumboðini eisini fingu eitt tætt tilknýti til fakfeløgini, eins og tað er hjá álitisfólkunum. Í dag hava fakfeløgini formliga einki við trygdarumboðini at gera. Lógin um arbeiðsumhvørvi sigur tó, at har eitt álitisfólk er valt, kann tað samstundis vera trygdarumboð, og eru fleiri álitisfólk innan sama øki, kunnu hesi sínámillum velja eitt trygdarumboð. Eg ivist ikki í, at tað hevði bøtt um støðuna, um trygdarumboðini eisini vóru ankrað í fakfeløgunum. So høvdu tey eisini havt betri møguleika at hildið arbeiðsgevararnar, ið hava høvuðsábyrgdina av trygdini og heilsuni á arbeiðsplássinum, í oyruni. Í Fíggjarmálaráðnum eru tey spent upp á nýggja sáttmálasamráðingarumfarið, sum byrjar í heyst, tó at fyrireikingar til ítøkiligu samráðingarnar ikki eru farnar í gongd enn. Jan Mortensen tók við sum nýggjur stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum 1. november í fjør og hevur síðani verið við til at enda onkrar av samráðingunum, sum hoyra til sáttmálaskeiðið, ið nú rennur út. Samráðingarnar tá verða sostatt hansara fyrstu við tey stóru feløgini, har karmurin fyri alt tað almenna lønarøkið vanliga verður lagdur. Nýggj lønarskipan Ein nýggj lønarskipan kann tó fara at gera samráðingarnar hesaferð nógv øðrvísi enn fyrr, um tað eydnast at fáa semju um eina felags lønarskipan fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin. Ein sjey manna nevnd er mannað við umboðum frá fakfeløgum og arbeiðsgevarum, og nevndin skal royna at fáa semju um eitt tilmæli til eina slíka felags lønarskipan. Talan verður í so fall um eitt veruligt arbeiðsmarknaðarligt nýbrot, sum grundleggjandi fer at broyta grundarlagið undir samráðingunum og samráðingarmannagongdirnar á almenna føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí sentralt í einari felags lønarskipan verður ein felags lønartalva fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin. Almenn lønarskipan Um tað er hetta man vil, og semja fæst um eina slíka, fer tað at lætta munandi um samráðingarnar í framtíðini, heldur Jan Mortensen. Enn vita vit ikki, hvat fer at koma burturúr ella fyri tann skyld, um nakað veruligt kemur burtur úr arbeiðnum hjá nevndini. Men kann man finna nøkur øki, sum feløgini eru felags um, og sum tey síggja, at tað ber til at loysa í felag, so ger tað sjálvsagt samráðingarnar eitt sindur lættari, sigur Jan Mortensen. Ymiskar lønir Í summum feløgum hevur leingi valdað misnøgd um, at almenn starvsfólk við útbúgvingum á sama stigi ofta kunnu hava rættiliga ymiskt lønarlag, alt eftir hvørjum felag, tey eru limir í, tí sáttmálarnir hjá feløgunum eru so ymiskir. Ofta eru ongi logisk argument fyri, at slíkir munir kunnu vera millum sáttmálarnar, annað enn at soleiðis hevur tað søguliga sæð altíð verið. Men at fáa slíkar ójavnar burtur við einari felags lønarskipan/lønartalvu er ikki sum at siga tað, tí tað krevur millum annað viðurkenning frá starvsbólkum, ið liggja høgt í løn samanborið við aðrar starvsbólkar á sama útbúgvingarstigi. Ein felags lønartalva, har allar almennar lønir verða mettar eftir somu mátum - parametrum - fer rættiliga vist eisini at merkja, at starvsfelagar innan sama starvsbólk, við somu útbúgving og í sama fakfelag, kunnu fara at verða ymiskt lønt, alt eftir hvørjar arbeiðsfunksjónir tey hava. Einasta staðið, sum eg veit um, at man hevur gjørt nakað við hatta, sum onkur kanska vil kalla vanbýti, er í nøkrum enskum kommunum, har man hevur gjørt nøkur modell at meta størvini eftir, og í Reykjavík, har man beinleiðis hevur implementerað eitt modell, sum er baserað upp á hasi tingini. Har meta tey størvini upp á ein nýggjan máta - útbúgving er eitt mát, ábyrgd eitt annað, kompleksitetur eitt Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, væntar onga kollvelting í heyst, men vónar at ein felags lønarskipan við einari skiftistíð á nøkur ár fer at skapa meira gjøgnuskygni og meira rættvísi í almennu lønunum. Øll hesi mátini tilsamans eru so við til at avgera, hvar í lønartalvuni eitt starvsfólk skal innplaserast, greiðir Jan Mortensen frá. Hann leggur dent á, at differensiering av hesum slag kann vera trupul at fáa semju um og at fáa implementerað. Og fyri tað, at man kanska verður samdur um nøkur høvuðsprinsipp, so merkir tað ikki, at alt verður broytt eftir einum degi, sigur hann. Gomul hugsan Fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava í nógv ár arbeitt við hugsanini um eina felags lønarskipan. Eisini Starvsmannafelagið, sum hevur havt hetta sum stevnu síðani 2003 - onkuntíð frammalaga á skránni, aðrar tíðir minni sjónligt. Seinast felagið veruliga hevði málið frammi var í 2012. Í semjuni, sum tá varð gjørd ímillum Starvsmannafelagið og KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið), var tað eitt sjálvstøðugt punkt, at partarnir skuldu fara undir at samráðast um eina felags lønarskipan. Onki hendi tó tá, men tá Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, fyri einum góðum ári síðani gjørdi sína fyrstu sáttmálasemju við Føroya Pedagogfelag, kom tað at standa í einum protokollati, at ein nevnd skuldi setast at kanna almenna lønarlagið, bæði sum heild og hjá einstøkum starvsbólkum. Eisini skuldi nevndin kanna møguleikar fyri at skipa eina felags lønarskipan á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og tað er hetta arbeiðið, ið nú nakað seinkað fer í gongd. Tey hava arbeitt við hesum á Lønardeildini í ráðnum. Havi sjálv verið við á innleiðandi fundunum innanhýsis og á felagsfundi saman við umboðum fyri fakfeløgini. Vónandi fer nevndin skjótt til verka og verður arbeiðið liðugt til heystar, so verður úrslitið - serliga um tað verður ein semja - sjálvsagt partur av grundarlagnum undir sáttmálasamráðingunum tá. Ætlanin er í øllum førum, at nevndin verður liðug við sítt arbeiði í ár, sigur Kristina Háfoss. Gjøgnumskygni og rættvísi Tað verður ein sjeymannanevnd, sum skal royna at finna eina semju um eitt tilmæli. Nevndin er mannað av trimum umboðum fyri arbeiðsgevarasíðuna tvey frá Fíggjarmálaráðnum og eitt frá KAF - og trimum umboðum fyri fakfeløgini. Hesi seks umboðini hava so valt eina forkvinnu fyri nevndina, sum eitur Súsanna Olsen. Tað er mín vón, at man røkkur eini semju um eina felags lønartalvu og eina meira gjøgnumskygda, meira tíðarhóskandi og kanska eisini meira rættvísa lønarskipan hjá tí almenna. Eitt sum gongur nógv aftur, tá eg tosi við ymsar fakbólkar, er, at tey ofta samanbera seg við onnur, og tað er onki løgið í tí. Tað, sum so kanska er trupulleikin í dag við at savna sáttmálarnar í eina felags lønarskipan, er júst tað, at teir eru so ymiskir. Teir hava ymiskar arbeiðstíðarreglur og ymiskar lønartalvur, har summi liggja høgt, longu tá tey eru bachelorar, meðan onnur liggja lágt, tá tey eru bachelorar, fyri síðani at liggja høgt, tá tey eru master og so framvegis. Jan Mortensen, nýggi stjórin á Lønardeildini, er spentur upp á samráð- ingarnar til heystar, nú tær kanska verða tengdar at arbeiðnum at gera eina felags lønarskipan fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin. Tí er tað ringt at samanbera verandi sáttmálar, men endamálið við einari felags lønarskipan er sum sagt at fáa meira gjøgnumskygni og vónandi eisini, at fólk fara at kenna tað meira rættvíst, har sum tey blíva innplaserað í lønartalvuni, sigur hon. Skiftistíð Fíggjarmálaráðharrin væntar tó onga kollvelting á øllum økjum viðvíkjandi samráðingunum í heyst. Undir øllum umstøðum má roknast við einari skiftistíð á eitt áramál, heldur hon. Fáa vit eina semju, fara vit miðvíst at arbeiða fram ímóti, at ymisku starvsfólkini verða innplaserað í eina felags lønartalvu, men alt hendir ikki eftir eina samráðing. Fáa vit hol á, fer tað tó yvir tíð at bera til at fáa eina betri skipan fyri allar partar, sigur Kristina Háfoss. Um arbeiðið at gera eina nýggja felags lønarskipan fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin eydnast, fara samráðingarnar í heyst sannlíkt at verða lagaðar til eina slíka skipan. Men tá má arbeiðsgevarasíðan eisini hava viljan at rinda tað, ein slík skipan kostar. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Tað ringasta, sum kann henda, er, um arbeiðsgevarasíðan - Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - frammanundan sigur, at ein nýggj lønarskipan onki má kosta. Tí so er hon deyðadømd í føðingini. Okkara útgangsstøði er, at ongin av okkara limum skal niður í løn, og tað kann eg ímynda mær er støðan hjá hinum feløgunum eisini. Men eg vil mæla til, at arbeiðið at gera eina felags lønarskipan fer í gongd við tí máli at finna eina góða skipan, sum allir partar kunnu góðtaka, uttan at treytir um kostnað verða settar frammanundan, sigur Súni Selfoss. Skipan við avbjóðingum Hann vónar annars, at tað fer at eydnast at gera eina felags almenna lønarskipan, sum seinastu 15 árini hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Starvsmannafelagnum. Men hann ásannar samstundis, at ein felags lønarskipan eisini fer at hava stórar avbjóðingar við sær bæði inni í einstøku fakfeløgunum og í samanspælinum millum fakfeløgini. Eg ímyndi mær, at í eini felags lønarskipan skulu øll størv innplaserast í lønartalvuna, eftir at tey eru vektað eftir onkrum frymli. Tað kann so merkja, at fólk við somu útbúgving í sama felag, kanska enntá á sama arbeiðsplássi, í onkrum førum fáa ymiska løn. Ímillum feløgini kann tað eisini hugsast at elva til stríð, tá starvsbólkar, sum søguliga hava havt ymiskt lønarlag, í einari felags lønarskipan verða javnstillaðir, tí útbúgvingarstøðið, arbeiðskompleksitetur og annað eru tað sama. Afturat hesum eru tað helst onkur feløg, sum óttast, at samráðingarrætturin verður gingin ov nær við einari felags lønarskipan, tí hvat skal man tá samráðast um sum einstakt felag? Tað verður jú onkursvegna eitt sindur av LO gjøgnum bakdyrnar, sigur Súni Selfoss. Men júst við øllum hesum hugsaðu avbjóðingum og møguligu stríðsmálum í huga er tað so ómetaliga týdningarmikið, at forarbeiðið er frágingið so væl sum møguligt. Tí er tað eisini ein stór ábyrgd, sum verður løgd á nevndina, sum skal royna at finna semjuna um eina felags lønarskipan, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Lærarar og námsfrøðingar ósamdir Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, síggja als ikki tað sama, tá teir hyggja at ætlanini um eina felags lønarskipan. Námsfrøðingarnir hava stórar vónir til hana, meðan lærararnir ikki síggja nakran fyrimun, sum er verdur at nevna. Tað kann ivaleyst fara at gerast ein tungur burður hjá Fíggjarmálaráðnum - og teimum feløgum, sum vilja hava hana - at fáa eina nýggja felags lønarskipan ígjøgnum í bræði. Í øllum førum, um vónirnar skulu byggjast á útsagnirnar hjá formonnunum í Pedagogfelagnum og Føroya Lærarafelag. Hesi bæði feløgini hava havt samanstoytir, tá tað snýr seg um løn fyri sama arbeiði, og kanska er tað ikki so løgið, at tað felagið, sum stendur til at vinna nakað, tekur undir við einari felags lønarskipan, meðan hitt felagið ikki sær tað stóra í tí. Tað snýr seg nú ikki at vinna ella tapa, men allíkavæl vil tað kanska kennast so, um úrslitið er, at ein lønarbólkur fer upp í løn, meðan hin einki fær. Ella uppaftur verri, um annar fer niður og eingin fær meira í løn. Jógvan sær fyrimunir Formaðurin í Pedagogfelagnum dylir ikki fyri, at nýggja felags lønarskipanin hevur verið eitt mál fyri hansara felag í nógv ár nú. Hann sær tað sum ein greiðan fyrimun, um løntakarin fær somu løn, um hann útbúgvingarliga hevur somu tyngd, sum ein sum viðkomandi arbeiðir undir liðini á. Og um man ger tað sama. til dømis hevur somu ábyrgd. Jógvan Philbrow vil ikki beinleiðis inn á, hvussu ein slík skipan skal skrúvast saman, men hann heldur tó fleiri fyrimunir vera við henni. Eftir okkara tykki er tað ein greiðari skipan, har tey, sum gera sama arbeiði, fáa somu løn, og eisini at fólk vita, hví tey fáa júst ta lønina tey fáa, sigur Jógvan Philbrow. Hóast hann sjálvur talar fyri einari slíkari skipan, sum hann heldur vera rættari enn tann, sum vit hava í dag, har tvey fólk, sum eru í ymiskum fakfeløgum, fáa heilt ymiska løn fyri sama arbeiði. Tað kunnu vera upp í fleiri túsund krónur á muni um mánaðin. Tað er stak óheppið í mínum hugaheimi, at tað er munur á, sigur hann. Riggar væl sum er Formaðurin í Lærarafelagnum er hinvegin ikki so spentur uppá eina nýggja felags lønarskipan. Sambært Herálvi Jacobsen hevur Føroya Lærarafelag í dag ein góðan lønarstiga, og tí dugir hann ikki at síggja tað snilda í einari felags lønarskipan. Eg síggi í øllum førum fleiri vansar í henni, og ein av teimum snýr seg um, at skulu lønirnar javnast út, so verður tað onkur sum fer niður í løn heldur enn at onkur fer upp. Tann tankan dámar mær ikki, sigur Herálvur Jacobsen. Hann heldur tað eisini vera óheppið, at man á henda hátt fer at tosa um eina felags lønarskipan, sum tað einasta rætta, tí tað kann undirgrava frælsið hjá fakfeløgunum at arbeiða fyri sínum limum. Ella í øllum førum avmarka møguleikarnar. Spælirúmið hjá fakfeløgunum verður í øllum førum minni, og tí er hetta ikki treytaleyst nakað, sum vit taka undir við, sigur Herálvur Jacobsen. Missa vald Tað er ikki bara Pedagogfelagið, sum hevur sum mál at fáa eina felags lønarskipan. Starvsmannafelagið hevur, sum nevnt í aðrari grein í blaðnum, í fleiri ár arbeitt fyri at fáa eina felags lønarskipan, og tað skilir formaðurin í Føroya Lærarafelagi væl. Starvsmannafelagið eru eitt øgiliga samansett felag, og tí skilji eg í grundini væl, at felagið vil hava eina einfaldari skipan. Hetta er ikki tørvur hjá okkum, tí vit hava eina rættiliga einfalda skipan, sum virkar, sigur Herálvur Jacobsen. Hann og formaðurin í Pedagogfelagnum eru samdir um, at ein av vansunum við einari felags lønarskipan kann vera, at fakfeløgini missa vald og ávirkan. Tá verður uppaftur meira lagt í fastar karmar, og so verður minni hjá okkum at arbeiða við, tá vit skulu samráðast, sigur Herálvur Jacobsen. Jógvan Philbrow heldur tó fast við, at tað er ein trupulleiki, at fólk, sum gera tað sama, fáa ymiska løn. Summi hava lisið saman; hava havt somu fak og somu undirvísarar, men tá man er liðugur og fer út á arbeiða á sama stovni, er lønin ikki tann sama. Sum støðan er í løtuni, byrja okkara limir hægri, men tá tíggju ár eru farin, eru teir fleiri 1.000 krónur lægri. Tað er ikki rættvíst, sigur Jógvan Philbrow. Thomas Milsted er gestarøðari á aðalfundinum Í meira enn 15 ár hevur Thomas Milsted sett dagsskránna, sum ein av fremstu fyrilestrarhaldarum á økinum í Danmark. Hann er fyrrverandi leiðari í CST og í dag aðalskrivari í Stresstænketanken og limur í TLS. Eisini hevur hann skriva fleiri bøkur um strongd og trivað. Hann hevur verið við til at menna og finna loysnir, ið skulu skapa betri trivnað fyri starvsfólk, leiðarar og landsins borgarar sum heild. Umframt at vera ein kapasitetur á økinum, dugir hann sera væl at greiða frá einum truplum evni við livandi og greiðum orðum. Alt bendir tí á, at vit fáa ein sera spennandi og gevandi fyrilestur, um hóttandi fólkasjúkuna strongd, sum vit øll noyðast at fyrihalda okkum til. Almenn lønarskipan og førleikamenning Svend Åge Seloy valevni til nevndina. Eg havi nú verið nevndarlimur í Starvsmannafelagnum í tvær setur og hevur hetta verið sera áhugavert arbeiði við nógvum spennandi uppgávum, serliga nú sáttmálasamráðingar aftur standa fyri durum til heystar. Umframt nevndarformannin eri eg tann einasti í sitandi nevnd, sum hevur verið við til sáttmálasamráðingar tey seinnu árini. Eg haldi, at tær royndirnar kunnu koma væl við, nú vit aftur skulu til samráðingarborðið. Grundin til at eg havi valt at stilla uppaftur er, at tað eru mál, sum hava mín stóra áhuga, og sum vit ikki eru komin á mál við enn. Millum tey málini, eg haldi at felagið skal leggjast seg eftir í komandi tíðum eru arbeiðið at gera eina almenna lønarskipan og at fáa sáttmálaásetingarnar um førleikamenning at virka. Almenna lønarskipanin Tað er sett hol á at fáa eina almenna lønarskipan, soleiðis at øll alment sett verða lønt í mun til førleikar og útbúgving, uttan mun til hvørjum fakfelag tey eru limir í. Og lønin verður tá samansett av grundløn, ábyrgdarløn og førleikaløn. Eg haldi, at tað er gott at sjøtil verður settur á arbeiðið við eini almennari lønarskipan. Tað eigur ikki at vera avgerandi fyri lønina, hvørjum fakfelagi tú ert í. Grundleggjandi eiga tilsvarandi útbúgvingar at geva tilsvarandi løn. Og tað stóra arbeiði verður helst at finna fram til felagsnevnararnar í eini nýggjari skipan. Førleikamenning Førleikamenning kemur í framtíðini at verða ein alsamt størri partur av gerandisdegnum hjá alment settum starvsfólkum. Júst tí seta vit í Starvsmannafelagnum fokus á førleikamenning, soleiðis at vit ikki missa okkara størv til fólk við hægri útbúgvingum. Vit hava nógvar góðar ásetingar í sáttmálunum um førleikamenning. Trupulleikin er at fáa ásetingarnar at virka í gerandisdegum, og har har kann tað halta. Pengar eiga at verða settir av til landsins stovnar at førleikamenna starvsfólkið. Tað er eingin ivi um, at hettar er neyðugt, um reglurnar skulu fáast at virka eftir sínum endamáli. Eisini hettar verður ein stór avbjóðing hjá felagnum. Eitt fakfelag sum Starvsmannafelagið hevur nógvar avbjóðingar fyri framman. Við teimum royndum, sum hesi seks árini í Starvsmannafelagnum hava givið mær, haldi eg, at eg kann vera við til at loysa hesar uppgávurnar. Allir limir skulu verða hoyrdir Góðu limir! Eg havi valt at stilla upp til nevndarvalið í Starvsmannafelagnum, sum verður tann 4. mars 2017. Í hesum sambandi eri eg biðin um at skriva eina valgrein til Starvsblaðið. Eg vil her siga eitt sindur um meg sjálvan. Eg eri 51 ára gamal og búgvi í Sumba. Eg starvist sum dekkari umborð á Smyrli. Eg eri kommunustýrislimur í Sumbiar Kommunu og er hetta onnur setan hjá mær. Her havi eg millum annað starvast: Í septembur 1982 byrjaði eg á mínum fyrsta arbeiðsplássi, sum var umborð á norska trolaranum Ole Sætremyr. Eg var tá bert 16 ára gamal. Mær dámdi væl og var eg við trolara í nøkur ár. Seinni fór eg upp á land at arbeiða og byrjaði við tunnilsarbeiði hjá Landsverkfrøðinginum. Eg arbeiddi hjá MT-Højgaard í nógv ár, har eg fyri tað mesta arbeiddi sum spreingileiðari. Uppgávurnar vóru nógvar og kann eg millum annað nevna tunnilin til Eiði 3 verkætlanina hjá SEV, tvær vegagerðir í Nuuk og eitt stórt minuarbeiði í Fiskifjørðinum í Grønlandi, har eg starvaðist sum framleiðsluleiðari. Í 2008 fór eg yvir til Sri Lanka at arbeiða. Hetta var í samband við eina stóra havnarútbyggingina í Oluvil, sum MT-Højgaard gjørdi fyri Danida. Hetta var stutt eftir herviligu tsunami flóðalduna, ið gjørdi stóran skaða nógva staðni, eisini á Sri Lanka. Sum arbeiðsformaður og spreingileiðari stóð eg fyri levering av øllum tí gróti, ið bleiv nýtt til hetta arbeiðið. Eftir 2 1/2 ár á Sri Lanka, var mítt arbeiði av, og eg vendi heim aftur. Í 2010 fekk eg kjans sum dekkari hjá Thor Shipping. Her silgdi eg við standbyskipunum Ranger og Prosper í útvið 4 ár. Í november 2015 fór eg í mítt núverandi starv sum dekkari umborð á Smyrli. Nevndararbeiði Sum kommunustýrislimur havi eg verið og eri við til at manna ymiskar kommunalar nevndir. Eg var í eini 15 ár nevndarlimur og formaður í Sumbiar Ítróttarfelag. Eisini sat eg nøkur ár í nevndini fyri Arbeiðsmannafelagið Beinisvørð. So nevndararbeiði má eg siga, at eg eri fortróligur við. Eg eri typan, sum brennir fyri at náa málum og sum fult og heilt fer eftir tí, sum eg seti mær fyri. Eg havi stilla upp fyri at vera við til at betra umstøðurnar hjá okkara limum. Serliga fari eg at leggja meg eftir, at allir limir í Starvsmannafelagnum verða hoyrdir. Sjálvt um limirnir í Starvsmannafelagnum hava rímuliga góðar sáttmálar, so er har ymiskt, sum skal betrast, og hetta fari eg at arbeiða fyri. Eg eri vísur í, at tit sum limir hava nógv, sum tit ynskja, at bøtt verður um. Eg vil til eina og hvørja tíð møta tykkum við opnum sinni, tað verði seg við sáttmálatrupulleikum, góðum ráðum ella hugskotum. Eg havi longu nú nøkur punktir, sum eg beinanvegin fari at hyggja upp á, um eg komi inn í nevndina. Men, tað eru tit sum limir í Starvsmannafelagnum, sum gera av, hvørji tvey av okkum fýra, sum stilla upp, skulu vera við at manna nevndina tey komandi trý árini. Eitt skulu tit verða 100% vís í, mín partur skal ikki liggja eftir í arbeiðinum at bøta um umstøðurnar hjá okkara limum, um tit geva mær hetta álit. Samanhald og trygd Starvsmannafelagið er, við sínum 2000 limum, eitt sterkt og fjølbroytt fakfelag, ið umboðar nógvar fakbólkar innan tað almenna, kommunala, SEV og tey almennu partafeløgini. Styrkin hjá felagnum eru limirnir, nevndarlimirnir og álitisfólkini, ið dagliga virka fyri at skapa eitt virkið felag til fyrimuns fyri allar limirnar. Nevndin er umboðað av limum, ið virka fyri áhugamálunum hjá øllum limunum. Eg stilli upp til nevndarvalið hjá Starvsmannafelagum, tí eg vil virka fyri at varðveita styrkina og fjølbroytnið hjá felagnum. Eg havi verið virkin sum álitisfólk fyri Starvsmannafelagið í 9 ár. Tey síðstu árini havi eg verið felagsálitisfólk, og tí sitið í trímannabólkinum og samstarvsnevndini á Føroya Tele, har nógv viðurskiftir, ið hava ávirkan á fyritøkuna og starvsfólk verða viðgjørd. Eisini havi eg sum felagsálitisfólk verið við til sáttmálasamráðingar millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eg havi arbeitt á Føroya Tele í skjótt 10 ár sum ráðgevi, samskipari og nú produktmennari. Eg eri útbúgvin marknaðarøkonomur og havi tikið akademi í leiðslu. Míni áhugamál eru grundað á tey árini, vit eru á arbeiðsmarknaðinum, heilt frá fyrsta arbeiðsdegi til vit fara á pensjón og alt har ímillum. Vit hava fakfelagsfrælsi, ið merkir, at eingin kann tvingast og eingin kann noktast í fakfelag. Tí skulu øll, ið verða sett eftir sáttmála við Starvsmannafelagið, fáa í boði at hoyra um limaskap, rættindi, tryggingar og eftirløn fyrsta arbeiðsdag. Álitisfólkini eru tey bestu at fáa hendan boðskapin út til nýggj starvsfólk. Tí skal tað inn í allar sáttmálar, at álitisfólk skulu kunna um limaskap og upplýsandi tilfar skal gerast til starvsfólkini, so at hettar verður lætt og ómakaleyst. Broytingar Broytingar eru blivnar ein natúrligur partur av okkara arbeiðsdegi, búskapurin broytist, tøknin broytist, eftirspurningurin broytist, lógir broytast og rák í samfelagnum broytast. Okkara sáttmálar siga greitt, at álitisfólk skulu takast inn í viðgerðina av broytingunum og á tann hátt hava ávirkan á broytingarnar, áðrenn tær verða framdar. Men ov oftani verða broytingar kunnaðar til álitisfólk eftir at avgerðin er tikin, og eru álitisfólk tí ikki tikin við í viðgerðin av broytingini. Álitisfólk skulu tryggja, at sáttmálin verður hildin og virka fyri góðum samstarvi millum leiðslu og starvsfólk. Tí kunnu álitisfólk hava eina jaliga ávirkan á eina broyting og tryggja at ein broyting fær røttu viðgerð. Størri fokus skal tí setast á rolluna hjá álitisfólkunum til fyrimuns fyri bæði starvsfólk og arbeiðspláss. Eftirútbúgving/førleikamenning Broytingar á einum arbeiðsplássi kunnu krevja, at eitt arbeiðspláss krevur nýggjar førleikar. Tá er neyðugt at starvsfólk skulu eftirútbúgvast ella førleikamennast. Tað er ein fyrimunur fyri arbeiðsplássið at eftirútbúgva og førleikamenna starvsfólk. Hesi starvsfólk hava við sínum royndum uppbygt sær stóra vitan innan fakið, ið ger, at tey við nýggjum førleikum, skjótari kunnu verða partur av at flyta arbeiðsplássið við tíðini, ið er til fyrimuns fyri bæði starvsfólkið og arbeiðsplássið. Tað er ein uppgáva hjá fakfelagnum at varpa ljós á eftirútbúgving og førleikamenning, ið tryggjar limunum røttu førleikarnar og harvið sítt virði á arbeiðsmarknaðinum. Endastig Nøgdsemi, loyalitetur og førleikamenning hava verið lyklaorð innan leiðslu í nógv ár. Hetta fyri at varðveita starvsfólk í starvi longri. Tí avbjóðingin hjá arbeiðsplássinum er, at tað kostar pengar at søkja, seta og upplæra nýggj starvsfólk. Tíðin er komin til at endastigið verður tikið upp til viðgerðar, tí tað er ein fyrimunur fyri eitt arbeiðspláss, at mest loyalu starvsfólkini við nógvum royndum og førleikum kunnu lønast fyri at hava arbeitt har leingi. Vel meg í nevndina hjá Starvsmannafelagnum 4. mars, og eg vil virka fyri, at tú hevur eitt aktivt fakfelag, sama hvar á starvsleiðini, tú ert. Eftir áheitan frá mínum starvsfeløgum havi eg aftur í ár valt at stilla upp til nevndarvalið, ásannandi, at eg fekk eina álitisváttan til seinasta val og havi sitið sum varalimur í nevndini síðani. Tað er tó av áhuga, at eg stilli upp. Eg eri 54 ár, búgvi á Skála, eigi 3 børn og eitt ommubarn. Arbeiðið sum tannrøktari í barnatannrøktini hjá Tórshavnar Kommunu. Fakfelagsarbeiði hevur altíð havt mín stóra áhuga. Havi sitið tríggjar setur sum skrivari í nevndini í Tórshavnar kommunala starvsmannafelag (TKST), áðrenn samanleggingina við Starvsmannafelagið (SF); eisini havi eg afturvendandi verið álitisfólk á mínum arbeiðsplássi gjøgnum nógv ár. Havi eisini verið í onkrum fylgibólki og arbeiðsbólki í SF. Eg meti meg tískil hava góðar førleikar at bjóða meg fram. At byrgja seg inni, bæði sum samfelag og fakfelag, hevur ikki víst seg at verða ein góður hugsunarháttur. Tað hevur søgan víst okkum. Tíðarandin í løtuni er, at hugsa mest um seg sjálvan. Vit kunnu fara aftur í tíðina og nevna fleiri dømir um lond, sum hava byrgt seg inni, men eru vaknaði uppaftur til ein kaldan veruleika. Stóri grannin fyri vestan er fyrimyndin fyri hesi hugsan, sjálvt um helmingurin av fólkinum í landinum er ímóti. Eisini er hugsunarhátturin, at fakfeløg skulu hava so lítla ávirkan á fólk og samfelag, sum gjørligt. Vit føroyingar hava í øldir livað í einum samhaldsføstum samfelagi, har tey við vunnum serrættindum lata meir til samfelagið enn tey, sum ikki eiga henda møguleika. Fyri at deila ágóðar landsins, hava vit verið noydd at skipa okkum í fakfeløg, soleiðis at ognir landsins verða so javnt býttar sum gjørligt. Starvsmannafelagið er tað stóra felagið, sum eigur at hava eitt vakið eygað við øllum, sum rørir seg í samfelagnum, og at gera vart við seg, nú millum annað brúkaragjøld eru komin á breddan. Vit mugu halda fast við tann góða gamla siðin við samhaldsfesti. Tað er trupult at taka nakað serstakt mál upp, sum eg vil arbeiða fyri. Vit eru nógvir limir, nógvir fakbólkar og ymisk áhugamál, og fari eg sjálvsagt at arbeiða fyri allar limirnar og limarøkt yvirhøvur. Tað mest spennandi verður helst arbeiði við tí nýggju lønarskipanini, sum skundast má undir. Eg ætli mær at verja vunnin rættindir og annars betra um arbeiðsumstøður limanna. Tørvur er á at eftirmeta og hjálpa fakbólkunum, sum ikki eru komnir í gongd, so limirnir føla seg meira sum part av felagnum og luttaka meiri aktivt í fakfelagshøpi. Annars haldi eg framvegis, at tað er tørvur á umsorganardøgum til limirnar, ásannandi, at miðalaldurin hjá limunum er høgur, livialdurin hækkar og verða vit helst longri á arbeiðsmarknaðinum av tí sama. Hetta skal sjálvsagt ikki ávirka vunnu rættindini viðvíkjandi barnsjúkudøgunum. Á fundum í felagnum, hevur afturvendandi verið borið fram ynski um eina samsýning til álitisfólkini, tað verði seg í tíð ella í krónum. Hetta hevur ikki vunnið frama higartil. Eg vil royna at arbeiða fyri hesum, ásannandi, at tað liggur ein eyka byrða á álitisfólkunum í teirra arbeiðsdegi. Tað er ikki tað jaliga, ið verður lagt á herðar teirra, og tað ein ikki nær at avgreiða í arbeiðstíðini, verður gjørt í frítíðini. Hetta týdningarmikla arbeiði sparir felagnum og arbeiðsgevaranum fyri bæði tíð og pengar. Nærum tíggju milliónir útgoldnar í 2016 Endamálið hjá Samlagstryggingargrunni Starvsmannafelagsins er, vegna limirnar, at umsita inngjøld og keypa eina samlagstrygging, ið fevnir um lívstrygging og aðrar veitingar, sum aðalfundurin ásetur. Broytingar henda alla tíðina. Eisini innan tryggingarheimin. Útboðið av tryggingum broytist og økist í hvørjum, eins væl og tørvurin hjá tí einstaka broytist. Neyðugt er at fylgja við hvat hendir og keypa ta vøru, ið samsvarar ynski og tørvi hjá limunum. Sum er verður mett, at tær tryggingar ið grunnurin keypir, samsvara á leið tí, sum limirnir ynskja sær, men alla tíðina verður tó arbeitt við at betra um, so at vit altíð fáa ta bestu, og um møguligt, ódýrastu vøruna. Samlagstryggingargrunnurin keypir tríggjar tryggingar. Lívstrygging, trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða og trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúka hjá barni hjá tí tryggjaða. Hvør einstakur kann sjálvandi eisini keypa sær sínar egnu tryggingar og seta tær saman, sum henni ella honum lystir. Men neyvan er ivi um, at fyri nógv okkara er samlagstryggingin ein sera týðandi partur av samlaða tryggingarhøpinum. Hjá fleiri kanska einasta tryggingin, ið keypt verður, um vit síggja burtur frá vanligum nýtslutryggingum sum til dømis húsatryggingum, biltryggingum o.l. Onkrum kann kanska tykjast óneyðugt við tryggingum, men tað eru eingi ár, har limir í Starvsmannafelagnum ikki hava verið fyri hendingum, ið hava havt við sær tryggingarútgjald. Og heldur ikki í 2016 eru vit sloppin undan menniskjaligum missi. Tríggir limir doyði og í fimm førum varð veitt útgjald í sambandi við deyða John Kjær á aðalfundinum í Samlagstryggingargrunninum í fjør. hjá hjúnafelaga. Samlaða útgjaldið við deyða var 2,9 milliónir krónur Aðalfundurin 2016 samtykti at broyta tryggingina við hættisliga sjúku, soleiðis at útgjaldið varð sett til 150.000 krónur Sama upphædd um talan so var um lim ella børn hjá limum. Broytingin kom í gildi 1. juli 2016. Áðrenn hetta hevði útgjaldið verið 100.000 krónur til limir og 50.000 til børn. Í 2016 fingu 10 limir staðfest hættisliga sjúku. Av hesum vórðu fimm staðfestar áðrenn 1. juli og var útgjaldið til hvønn teirra 100.000 krónur Hinar fimm vórðu staðfestar aftaná 1. juli og var útgjaldið tí 150.000 til hvønn. Ongar hættisligar sjúkur hjá børnum eru fráboðaðar í 2016. Samlaða útgjaldið við hættisligar sjúkur var 1.250.000 krónur Yvirlit yvir hvørjar hættiligar sjúkur eru umfataðar av samlagstryggingini, og hvørjar treytir eru galdandi í hesum sambandi, eru at finna á heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum LÍV. Gjaldsundantøka varð veitt 8 limum, og kostaði hetta 615.384 krónur, meðan 53 limir fingu lokaupphædd útgoldnað, tilsamans 5.064.063 krónur Samlaðu útgjøldini hjá Samlagstryggingargrunninum í 2016 vóru sostatt 9.829.447 krónur Fyri tey, ið hava verið fyri skaða, kann tað kanska kennist løgið at til ber at siga, at skaðagongdin hevur verið rímilig. Men so er, um vit seta hana í mun til samlaða limatalið. Einki er tó at ivast í, at besta gongdin hevði verið, um skaðar ikki komu fyri, men tann hjálpin, ið grunnurin veitir, kann møguliga vera við at linna um hjá teimum, ið hava verið fyri sjúku ella deyða. Lokaupphæddirnar tyngja um fíggjarligu orkuna hjá grunninum. Og soleiðis verður eisini í 2017. 63 limir røkka pensjónsaldur og verður útgjaldið í ár tí oman fyri 6 milliónir krónur Tryggingarspurningar kunnu kennast ørkymlandi og tað eru tí nógvir limir, ið venda sær til grunnin við ymsum fyrispurningum. Nógvir av hesum snúgva seg sjálvsagt um ymiskt viðvíkjandi samlagstryggingini, sum tíverri ikki røkkur tá umræður at nøkta allan tørv. Grunnurin hevur fleiri tung mál, ið arbeitt verður við, men ásannast má, at tað eru sjúkur, ið ikki eru fataðar av tryggingini og tað tí ikki hevur eydnast at veita øllum útgjald. Eisini hevur verið neyðugt at taka til eftirtektar, at tað eru limir hvørs tryggingarviðurskifti ikki hava verið, sum tey eiga. Í veruleikanum snúgva flestu fyrispurningarnir seg tó um onnur viðurskifti enn tryggingar. Talan er fyrst og fremst um eftirlønarmál. Nógvir hava samband við pensjónslógirnar. Fólk kenna seg ótrygg hvussu hesar koma at ávirkað tey, tá tey røkka eftirlønaraldur. At svara spurningum um hetta, og um annað, ið hevur við trygging og eftirløn at gera, verður umboð frá LÍV eisini við á aðalfundinum, ið verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum á føðingardegi felagsins tann 23. februar. Aðalfundurin verður tann 3. mars kl 15 í Smæruni. Hetta er aðru ferð, at vit brúka okkara egnu hølir til aðalfund. Fyrstu ferð var í fjør og eydnaðist hetta so mikið væl, at vit hava avgjørt at royna aftur í ár. Einki nevndarval Skipanin í Starvsmannafelagnum er soleiðis, at nevndarlimir eru valdir fyri trý ár í senn. Tveir hvørja ferð. Hetta ger, at í ár er einki nevndarval. Formaðurin er valdur fyri fýra ár í senn, og hevur hann tí tvey ár eftir av sínum valskeiði. Skráin fylgir ásetingunum í viðtøkum felagsins, men av tí at einki nevndarval er á skránni, er ætlanin at skipa dagin øðrvísi enn vanligt. Aðalfundurin hesaferð hevur eitt høvuðstema, sum er løgtingsuppskotið til pensiónsnýskipan, sum varð lagt fyri løgtingið herfyri. Jan Otto S. Holm, fíggjar- og tryggingarráðgevi, fer at hava framløgu um nýskipanina, har hann fer at lýsa, hvussu pensjónsskipanin fer at síggja út eftir 2020, og hvussu hon fer at ávirka limirnar í Starvsmannafelagnum. Aftaná verður pallborðsorðaskifti, har millum annað umboð fyri fakfeløg og politisku skipanina fara at kjakast um lógaruppskotið, sum hevur verið til almenna hoyring í vetur millum annað hjá fakfeløgunum. Kjakfundurin verður almennur. Eisini fer LÍV at hava básar við hentum limaupplýsingum, mannaðar við bestu vitanini um okkara tryggingarviðurskiftir. Tá ið sjálvur aðalfundurin er av, verður veitsla við tónleiki, burturlutan av vinningum, og kendur kokkur fer at borðreiða við góðum grillmati. Starvsblaðið Eftir at eg tók við sum formaður fyri tveimum árum síðani, varð avgerð tikin um, at í eini royndartíð skuldi Starvsblaðið fara úr fýra bløðum um árið til eitt blað, og skuldi hetta eina blaðið koma út í samband við aðalfund felagsins. Samtíðis skuldu vit uppstiga heimasíðuna, soleiðis at heimasíða og felag gerast meira sjónligt í almenna rúminum. Og hetta hevur eydnast. Heimasíðan er sera virkin og verða greinar og tey evnir, vit varpa ljós á í temagreinum, væl endurgivin í miðlunum. Hetta er við til at seta dagskránna. Ein og í fjør, er Starvsblaðið í ár skipað sum eitt aðalfundarblað. Formansfrágreiðingin er á sama hátt gjørd við nakað øðrvísi uppseting enn vanligt, har frágreiðingin er deild upp í fleiri smærri greinar og viðmerkingar. Hetta eydnaðist so mikið væl, at vit hava avgjørt at halda áfram við hesum, tí eg meti at hetta ger frágreiðingina greiðari og lættari at lesa. Eftir aðalfundin verður endalig avgerð tikin um, hvussu vit raðfesta Starvsblaðið og heimasíða í framtíðini. Um vit halda fram eftir verandi leisti, ella um vit skulu raðfesta øðrvísi. Frásøgn og temadagur Aftur hesaferð eru tvær longri greinar í blaðnum. Kári Mikkelsen, journalistur, hevur skrivað eina reportasju um gerandisdagin hjá trimum limum, sum arbeiða á Strandferðsluni. Ein spennandi frásøgn, ið gevur innlit í, hvussu ein vanligur arbeiðsdagur er á hesum eitt sindur øðrvísi arbeiðsplássi. Harafturat hava vit eitt tema, sum tekur støði í semjuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið í oktober, um grein 2 í sáttmálanum. Partarnir eru samdir um at skipa fyri einum felags evnisdegi í 2018 at umrøða spurningin, hvussu almennar leiðslur handfara avgerandi broytingar, og hvussu starvsfólk fáa høvi at vera við í broytingartilgongdum. Greiðar ábendingar eru um, at leiðslan ofta loypur starvsfólkini um, tá ið týðandi broytingar verða gjørdar á arbeiðsplássinum. Hettar er í stríð við grein 2 í sáttmálunum, sum hevur ásetingar um kunning um hoyring av álitisfólkunum. Hetta er eitt stórt mál, sum báðir partar hava áhuga í at fáa sett á breddan í 2018. Hetta fara vit at hoyra meira um seinni. Sáttmálasamráðingarnar 2017 hevur fyri Starvsmannafelagið verið merkt av sáttmálasamráðingum, og vóru vit sum so ofta fyrr fyrsta felagið at skriva undir nýggjan tvey ára sáttmála. Málið, ið nevndin setti sær fyri, var, at til hesar samráðingar skuldu lág- og miðallønirnar fáa eitt munandi lønarlyft. Og tí settu vit okkum fyri, at í ár skuldi lønarhækkingin verða í krónum og ikki í prosentum. Hetta eydnaðis til fulnar. Í sáttmálaskeiðnum - eftir at tað, sum kostar, er drigið frá í karminum - er lønarhækkingin 1.387 krónur og er hetta ein tann størsta lønarhækkingin fyri lág- og miðallønt í okkara sáttmálaøki í nógv ár. Sjálvandi høvdu vit ynskt, at endaliga úrslitið var nakað betur. At tað hevði borið til at flutt øll ein lønarflokk upp. Og at tey, ið hava staðið í óendaligar tíðir á endastigi, fingu eina viðurkenning fyri teirra servitan. Men tað bar ikki til hesaferð. Karmurin á 5,15% bar snøgt sagt ikki eisini slíkari broyting, tíverri. Lønarnevndin Tíðliga í 2017 varð lønarnevndin endiliga mannað. Ætlanin var, at hon skuldi verða komin væl áleiðis, áðrenn Sáttmálasamráðingarnar. 2017 hevur fyri Starvsmannafelagið verið merkt av sáttmálasamráðingum, og vóru vit sum so ofta fyrr fyrsta felagið at skriva undir nýggjan tvey ára sáttmála. Málið, ið nevndin setti sær fyri, var, at til hesar samráðingar skuldu lág- og miðallønirnar fáa eitt munandi lønarlyft. Og tí settu vit okkum fyri, at í ár skuldi lønarhækkingin verða í krónum og ikki í prosentum. Hetta eydnaðis til fulnar. Í sáttmálaskeiðnum - eftir at tað, sum kostar, er drigið frá í karminum - er lønarhækkingin 1.387 krónur og er hetta ein tann størsta lønarhækkingin fyri lág- og miðallønt í okkara sáttmálaøki í nógv ár. Sjálvandi høvdu vit ynskt, at endaliga úrslitið var nakað betur. At tað hevði borið til at flutt øll ein lønarflokk upp. Og at tey, ið hava staðið í óendaligar tíðir á endastigi, fingu eina viðurkenning fyri teirra servitan. Men tað bar ikki til hesaferð. Karmurin á 5,15% bar snøgt sagt ikki eisini slíkari broyting, tíverri. Lønarnevndin Tíðliga í 2017 varð lønarnevndin endiliga mannað. Ætlanin var, at hon skuldi verða komin væl áleiðis, áðrenn Starvsfólk skulu hava eitt setanarprógv, sum hevur nakrar grundleggjandi upplýsingar um teirra starv. Tað skal til dømis siga hvønn lønarflokk, tey eru í, hvar arbeiðsplássið er, lýsing av arbeiðinum, hvør útbúgving, ið krevst, arbeiðstíðir o.s.fr. Rætturin er staðfestur í sáttmálunum og í løgtingslógini um setanarprógv, sum sigur, at hevur meðal arbeiðstíðin verið í minsta lagi 8 tímar um vikuna skal tú hava eitt setanarprógv. Í seinasta lagi 4 vikur eftir at tú byrjaði í starvinum. Rætturin er eisini staðfestur í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar, sum siga, at starvsfólkini skulu hava setanarskrivið innan 14 dagar. Og at Starvsmannafelagið skal hava eitt eintak av skrivinum. Kanningin Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Starvsmannafelagið millum limir felagsins, bendir á at reglurnar í stóran mun verða hildnar, tá ið umræður setanarprógvini. Umleið níggju av tíggju svaraðu, at tey hava eitt setanarprógv. Hetta er gleðiligt, tí tað bendir á, at arbeiðsgevararnir í stóran mun taka lógina um setanarprógv í álvara. Baksíðan av kanningini er tó, at tá starvsfólkini vóru spurd Lýsir setanarskrivið títt arbeiði í dag, svaraðu bert tvey av trimum játtandi. Hetta gevur eina ábending um, at setanarskrivini í summum førum eru so gomul, at tey ikki longur geva geva eina dagførda og rætta mynd av starvinum. Starvsmannafelagið fegnast um, at limirnir hava setanarskriv, men felagið heldur tað ikki vera gott, um setanarskrivini í summum førum eru so gomul, at tey ikki lýsa starvið, soleiðis sum tað er í dag. Broytingar skulu fráboðast Lógin um setanarprógv hevur nevniliga eisini eitt krav um, at broytast treytirnar í starvinum, skal boðast frá hesum. Tað skal vera skrivliga og í seinasta lagi ein mánað eftir at broytingin hendi. Størv broytast. So skal vera, men verður setanarskrivið ikki broytt samsvarandi, kann tað koma aftur um brekkur. Setanarskrivið hevur stóran týdning fyri rættartrygdina hjá tær sum starvsfólk. Tað kann til dømis vera avgerðandi, tá metast skal um hvussu stórar broytingar tú skalt tola, til dømis í sambandi við bygnarbroytingar ella eina flyting. Ósemja kann til dømis vera um hvør avtala er um setanarbrøk og ábyrgd. Hvar títt starvsøki og arbeiðspláss er. Ella um hvat slag av starvi tú í roynd og veru situr í. Um tað er eitt fyribils starv, tíðaravmarkað starv ella fast starv - t.v.s. um tú hevur krav um uppsagnartíð ella ikki. Hvat hava partarnir avtalað? Tað kann setanarskrivið vera við til at avklára. Og tá er umráðandi at setanarskrivið er dagført og lýsir starvið, sum tað veruliga er. Og ikki, sum tað einaferð var, tá tú byrjaði fyri nógvum árum síðani. Kannið setanarskrivið! Vit fara tí at heita á limirnar um at eftirkanna síni setanarskriv. Um tit halda, at setanarskrivið ikki lýsir starvið í dag, skulu tit gera arbeiðsgevaran ella leiðaran varugan við støðuna og biðja um eitt dagført setanarskriv. Um tú einki setanarskriv hevur, skalt tú sjálvandi eisini gera vart við hetta. Eisini um tú bert hevur verið í starvi í heilt stutta tíð. Uppskotið í stuttum Umframt uppskot um broytingarnar í útgjaldi og mótrokning (sí talvu 1) er eisini ætlanin, at pensjónsaldurin skal hækka stigvíst til 68 ár í 2030, og at møguleiki skal vera fyri framskundaðari og útsettari fólkapensjón Økt útgjald til AMEG og økt útgjald Í stuttum verður ætlaða nýskipanin galdandi fyri tey, ið gerast pensjónistar í 2020 ella seinni, meðan tey, ið longu eru pensjónistar ella gerast pensjónistar innan 2020 ikki koma í nýggju 2020-skipanina. Tó er ætlanin, at allir pensjónistar fáa hægri útgjald frá AMEG (Samhaldsfasta), sum hækkar úr krónur 4.025 í krónur 5.635 mánaðarliga. Hægra útgjaldið frá AMEG verður fíggjað av, at inngjaldið frá bæði lønmóttakarum og arbeiðsgevarum hækkar í tveimum stigum úr verandi 2,25% í 3,00% frá 1. januar 2019. Við øðrum orðum rindar pensjónsuppspararin lutvíst sjálvur fyri hækkaða útgjaldið frá AMEG. Hvørki í verandi skipan ella í 2020-skipanini verður mótroknað í AMEG. Øll rinda sama prosentpart av løn inn til samhaldsfasta og øll fáa somu upphædd út, tá tey gerast pensjónistar. AMEG verður skattað við útgjaldi. Viðbótin hækkar - grundupphæddin óbroytt Sum sæst í talvuni hækkar viðbótin, ið eins og AMEG verður skattað við útgjaldi, úr krónur 3.711 í krónur 4.779 fyri stakan pensjónist og úr krónur 3.031 í krónur 3.537 fyri giftan pensjónist. Tó skal leggjast til merkis, at brennistuðul ikki er í 2020-skipanini. Skattafría grundupphæddin verður óbroytt krónur 3.589 fyri stakan pensjónist og krónur 2.733 fyri hvønn giftan pensjónist. Egin ársinntøka avgerandi fyri útgoldna fólkapensjón Umframt broyttar upphæddir, er stóra broytingin mótrokningarhátturin. Mótrokningin í omanfyrinevndu upphæddum, ið vit samlað kunnu rópa fyri fólkapensjónina, er tengd at, í hvønn mun pensjónistur hevur egna ársinntøku. Upp í slíka egna ársinntøku verður roknað egin pensjón (óskattað og forskattað), tað vil siga tann pensjónin, ið er spard upp ígjøgnum Starvsmannafelgið, vanlig lønarinntøka, um pensjónisturin arbeiðir, hóast pensjónsaldurin er náddur, og rentur og vinningsbýti frá kapitalognum. Mótrokningin broytt grundleggjandi Í verandi skipan verður bert mótroknað í viðbótini og brennistuðlinum. Í nýggju skipanini verður mótroknað í grundupphædd og viðbót. Fyrst verður mótroknað í skattafríu grundupphæddini. Hevur stakur pensjónistur egna ársinntøku á til dømis krónur 145.000, ið er krónur 100.000 omanfyri mótrokningarmarkið krónur 45.000, lækkar árliga grundupphæddin við 25% av krónur 100.000, ið er krónur 25.000. Um egna ársinntøkan er krónur 217.200 ella meira, er øll grundupphæddin mótroknað burtur og farið verður tá undir at mótrokna í viðbótini. Er árliga ársinntøkan til dømis krónur 240.000, ið er krónur 22.800 omanfyri næsta mótrokningarmarkið á krónur 217.200, verður árliga viðbótin lækkað við 40% av krónur 22.800. Hetta er krónur 9.120. Framferðarhátturin við mótrokning av viðbót í verandi skipan er tann sami, men mótrokningarupphæddirnar og mótrokningarprosentið eru ávíkavist krónur61.900 og 60%. Árin á limir í Starvsmannafelagnum Trupult er neyvt at meta um, hvørja ávirkan uppskotið til pensjónsnýskipan fær fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Uppsparingarleisturin er broyttur tvær ferðir síðani 2012, soleiðis at allir limir, ið byrjaðu at spara upp til egna pensjón áðrenn 2012, hava tríggjar ymiskar uppsparingarskipanir, har eldra uppsparingin er óskattað og nýggjasta uppsparingin er forskattað og tískil verður goldin út óskattað. Harumframt er ymiskt hvørja løn einstaki limurin hevur havt í uppsparingartíðarskeiðinum og eisini hvussu langt uppsparingartíðarskeiðið hevur verið, tá pensjónsaldur verður náddur. Harumframt er eisini ymiskt hvør skatturin er í kommununi, sum limirnir búgva í. Gerst limurin hinvegin pensjónistur í 2020 ella seinni, verður samlaða mánaðarliga útgjaldið eftir skatt væntandi krónur 20.022. Uppskotið um pensjónsnýskipan gevur sostatt hesum liminum eitt eyka útgjald á krónur 662 mánaðarliga eftir skatt. Var eginársinntøkan hinvegin krónur 100.000, hevði samlaða útgjaldið verið krónur 1.727 hægri. Myndin vísir í høvuðsheitinum, at pensjónistar við egnari ársinntøku niðanfyri áleið krónur 200.000 fáa meira útgoldið. Forskattingin av pensjónsinngjøldum verður varðveitt. Fyrra uppskotið broytti forskattingina úr 40% fyri øll inngjøld til eina stigvísa forskatting tengda at árligu lønarinntøkuni, ið pensjónin verður goldin av. Tá bert 3 trin vóru, kundi ein øking í árligu lønarinntøkuni á krónur 1 økja forskattaprosentið við heili 5% stigum. Eftir hoyringina varð forskattingin broytt til 21 stig soleiðis at ein øking í árligu lønarinntøkuni á krónur 1, bert økir forskattaprosentið við 0,5% stigum. Við hesum er forskattingin nú minni tálmandi fyri hugin at arbeiða. Tann stigvísi pensjónsskatturin sæst á síðu 8 í tí leinki, sum fótnota 1 vísir til. Sjómanslívið hjá Magna Petersen byrjaði í nítiárunum umborð á suðuroyartrolarum. Fyrst Suðringi, síðani Steintór, Eftir hetta gekk starvsleið hansara umborð á vaktarskipini, Tjaldrið og Brimil, har hann var í tilsamans 10 ár. Eisini hevur hann arbeitt nøkur ár í Noregi og hjá Varðanum á Tvøroyri. Seinastu fýra árini hevur 49 ára gamli trongisvingurin starvast sum dekkari á Smyrli, og tað dámar honum væl, hóast vaktirnar eru í longra lagi. Sjólívið byrjaði undir Føroyum og førdi hann síðani bæði í Barentshavið og Irmingarhavið við suðuroyartrolarum. Síðani komu fleiri ár innan Vaktar- og Bjargingartænastuna, seinni Vørn, har tað gjørdist til 10 ár sum dekkari umborð á Tjaldrinum og onkuntíð Brimli. Síðani 2014 hevur Smyril verið hansara arbeiðspláss. 49 ára gamli Magni Petersen úr Trongisvági dámar væl sjólívið, hóast hann inn ímillum hevur starvast á landi. Frá 2011 og umleið trý ár fram arbeiddi hann í Noregi, og hann hevur eisini koyrt truck hjá Varðanum í nakrar mánaðir. Tað kundi vera rættiliga buldrut at sigla fyrst við trolara og síðani vaktarskipum, hóast tað fyri tað mesta vóru góðir túrar. Serliga dámdi mær væl at sigla við Tjaldrinum, men var eisini onkrar túrar við Brimli, sigur Magni Petersen. Uppgávurnar hjá vaktar- og bjargingarskipunum vóru sjálvandi tær, sum liggja í heitinum á hesum skipan. At taka skip og bátar upp á sleip, sum onkursvegna ikki kundu sigla sjálvi, at luttaka í bjargingararbeiði, eins og at fara umborð á fiskiskip at kanna reiðskap, loyvir og annað hjá skipunum. Serliga er tað ein tilburður, ið hevur brent seg í minnið. Tað var, tá íslendska farmaskipið, Jøkulfelli, fórst norðan fyri Føroyar tann 7. februar 2005, har seks av manningini sjólótust. Tað var sjálvandi ein syndarligur tilburður, har vit tóku tríggjar av sjólátnu monnunum umborð, sigur Magni Petersen. Knøpp tíð at halda ferðaætlanina Arbeiðslívið umborð á Smyrli er heldur øðrvísi, enn tað var við vaktar- og bjargingarskipunum, tí Smyril er jú ein ferðafólka- og bilferja, ið siglir millum tvær havnir fleiri túrar um dagin hvønn einasta dag í vikuni alt árið. Sum ferðaætlanin er nú, skal skipið loysast og bindast 36 ferðir um vikuna, ið er ein uppgáva, dekkararnir taka sær av. Harafturat skulu akførini fáast umborð, staðsetast og stúvast, eins og ketur skulu setast á tey størru akførini. Fyri ikki at tosa um, tá ivasamt veður ella illveður er, tí tá skal surrast væl við nógvum ketum. Ein trupulleiki hjá okkum er, at vit hava ov lítla tíð inni til at náa at tøma og fylla skipið, áðrenn aftur skal loysast frá bryggju fyri at halda ferðaætlanina. Serliga á Krambatanga er tíðin knøpp, tí har hava vit í mesta lagi 30 minuttir til alt hetta, sigur Magni Petersen. Gott starvsfólkaumhvørvi umborð. Dekkarin á Smyrli vísir á, at ferðafólkatalið er økt ómetaliga nógv síðstu árini, og serliga í ár. Eisini eru føroyingar raskir at ferðast í egnum landi, so Smyril er oftani ov lítil til bilflutningin. Umframt vaksandi ferðafólkatal og farm, er eitt annað, sum ger, at vit hava meira at gera umborð. Tað er, at vit eru ein dekkari færri, enn vit hava verið, vísir Magni Petersen á. Dekkararnir ganga eisini brúgvavakt, tá skipið siglir. Tvær vaktir eru til arbeiðis ísenn, meðan tann eina vaktin hevur frívakt. Vaktirnar eru langar, tí Magni byrjar vanliga klokkan 11.30, og vaktin endar ikki fyrr enn umleið hálvgum eitt á nátt. Annars er nógv at viðlíkahalda á einum stórum skipi, og hetta verður gjørt í tann mun, tíðin loyvir tí. Magni Petersen letur væl at starvsfólkaumhvørvinum umborð, har manningin hevur tað sera gott sínámillum. Hann kundi tó hugsa sær eitt sindur meira komfort í manningamessuni. Eitt nú sjónvarp, spøl og annað, sum kundi stytt teimum um fríløturnar og frívaktirnar, tí tey flestu búgva umborð í arbeiðsvikunum. Fleiri ferða- fólk merkir meira arbeiði Sum hjá so mongum øðrum byrjaði starvsleiðin hjá Ruth millum Garðarnar á Strandferðsluni sum avloysari. Tað vardi tó ikki leingi til unga suðuroyarkvinnan hevði fast starv umborð á Smyrli, og í januar rundar hon 12 ár í hesum starvi. Arbeiðsuppgávurnar skifta ímillum at vera í køkinum, reka kioskina, kafeteria og manningarmessuna. Hon vísir á, at vaksandi ferðafólkatalið seinastu árini merkist bæði væl og virðiliga á arbeiðsdegnum umborð Eftir at hava útbúgvið seg sum heilsuhjálpara í Suðuroy var einki viðkomandi starv við hondina hjá tá 21 ára gomlu Ruth millum Garðarnar eftir lokna skúlagongd. Hon kom tó skjótt í arbeiði sum avloysari fyri systir sína í bakarínum á Tvøroyri. Hetta var avmarkað til seks vikur, og tí mátti hon hyggja sær eftir øðrum. Skjótt vóru tó boð eftir henni á Smyrli sum avloysari. Eg byrjaði enntá ein fríggjadag tann trettanda. Hetta var 13. januar 2006, men tað mundi nú ikki vera so óheppið kortini, tí longu í mars fekk eg fast starv. Tað er ikki vanligt, at tað gongur so skjótt, so hetta var í øllum førum ikki nakar óeydnisdagur fyri mítt viðkomandi, sigur Ruth millum Garðarnar og flennir. Starvið umborð á Smyrli dámar henni væl. Hon arbeiðir í cateringøkinum í trífjórðingstíð, og tað passar henni væl, tí heima eru tvey børn - seks og átta ára gomul. Vaktin er soleiðis, at hon er eina viku umborð ísenn, har dagarnir sjálvandi eru langir, men hinvegin hevur hon tvær vikur í landi. Nógv halda tað vera ørt, at eg kann vera burtur í eina heila viku ísenn, men av tí at eg havi tvær vikur heima, áðrenn eg skal umborð aftur, roknið eg við, at eg eri meira saman við mínum børnum, enn so nógvar aðrar mammur eru, sigur Ruth millum Garðarnar. Maður hennara siglir eisini við Smyrli, og vaktirnar fella soleiðis, at tey eru saman umborð 6. hvørja viku. Tá er sjálvandi neyðugt, at onkur passar børnini heima. Har eru vit so heppin og takksom fyri, at vit hava tvær ommur, sum skiftast um at traðka til ta vikuna, vit bæði eru burtur, sigur Ruth millum Garðarnar, sum býr í Hvalba. Langir dagar umborð Hendan dagin greinskrivarin hjá Starvsblaðnum er umborð á Smyrli, er Ruth millum Garðarnar júst komin umborð við Krambatanga á vakt sína, eftir at hava havt tvær frí­ vikur. Tær báðar vikurnar í landi koma aftan á eina arbeiðsviku á 91 tímar, so dagarnir umborð eru langir. Væl tilgjørt smyrjibreyð er sjálvandi altíð ein hillavøra umborð á Smyrli. Hesin hósdagurin byrjar við, at Ruth skal gera eyka smyrjibreyð til kafeteria, sum ivaleyst er enn eitt prógv um vaksandi ferðafólkatalið síðstu árini við Smyrli og sum heild í øllum landinum. Tá hetta er liðugt, er nátturði í manningamessuni. Síðani fer Ruth undir at gera morgunmatin kláran, sum verður settur á køl og stillaður fram í kafeteria morgunin eftir. Vit hava aloftast nógv at gera, tí køkurin skal eisini vaskast eftir nýtslu, eins og vit vaska alla aðrastaðni. Tó burtursæð frá, at tað nakrar ferðir um vikuna koma fólk úr landi, sum dustsúgva og gera reint í økjunum, har ferðafólkini eru, sigur Ruth millum Garðarnar. Arbeiðsdagurin byrjar skiftivís klokkan seks og sjey um morgunin og endar ikki fyrr enn klokkan níggju um kvøldið. Spurd um arbeiðsumhvørvið umborð, sigur Ruth millum Garðarnar, at tað kundi næstan ikki verið betri, tá ræður um viðurskiftini millum starvsfólkini ella manningina, sum tað verður nevnt á sjónum. Vit eru næstan sum ein familja og hava tað ómetaliga gott saman. Jú, eitt sera gott arbeiðspláss, staðfestir hon. Nærliggjandi er at spyrja, um hon ongantíð hevur hugsað um at gevast við at sigla og leita sær eitt starv, sum hevur við hennara útbúgving at gera. Eg havi sjálvandi onkuntíð hugsað tankan, men fyribils er tað ikki vorðið til meira, tí eg havi tað so gott umborð her. Lønin er heldur ikki at klaga yvir, staðfestir Ruth millum Garðarnar í prátinum við Starvsblaðið. Øll amboð og køkurin sjálvur skulu sjálvandi gerast rein hvønn dag eftir nýtslu. Hon elskar sítt starv á Farstøðini Fyri Tórfríð Johannesen, sum hvønn morgun tekur Ternuna úr Nólsoy til Havnar, finst einki betri starv, enn tað hon røkir á Farstøðini í Havn. Eingin dagur er líka, men allir spennandi hvør á sín hátt. Nólsoyarkvinnan kundi tí ikki hugsað sær at starvast aðrastaðni, enn har hon hevur verið í 22 ár av tilsamans 42 árum á Strandferðsluni. Tá ein nýggjur og nógv størri Smyril kom í 1975 vóru boð eftir tá bert 17 ára gomlu Tórfríð Johannesen úr Nólsoy at taka nakrar vaskitímar umborð á Pride og Rituni. Í fyrstani var ikki talan um nakað fast starv, men tað kom nøkur ár seinni. Rættiliga skjótt gjørdist tað til aðrar uppgávur umborð á teimum ymsu strandfaraskipunum, sum tá vóru munandi fleiri í tali, enn tey eru nú. Hetta so hvørt tunlar skaptu fleiri farleiðir bæði yvir land og undir firðum millum oyggjar. Umframt at hava siglt við gamla Smyrli og gamla Teistanum, sum vóru systirskip, sigldi Tórfríð eisini við bæði Dúgvuni inn á Skálafjørðin, ið varð niðurløgd sum farleið í nítiárunum, eins og við Trónda til Skopunar beinleiðis úr Havn. Ein leið sum í 1987 varð avloyst av verandi farleið umvegis Gomlurætt. Eisini var Tórfríð Johannesen í uttanlandssigling við Smyrli, tá siglt varð til Skotlands - og einstakar túrar aðrastaðni eisini - seinnapartin av sjeytiárunum og í byrjanini av áttati-árunum. Hetta vóru árini undan, at Smyril Line varð stovnað, sum førdi til keypið av fyrru Norrønu í 1983. Tá var ikki longur grundarlag fyri at halda fram við uttanlandssiglingini, sum Strandferðslan hesi árini hevði lagt lunnar undir. Sjókvinnan fór í land Eftir at hava starvast umborð á ymsum strandferðsluskipum í 20 ár, har arbeiðið fevndi frá reingerð, selja ferðaseðlar til at passa kiosk ella parfumerí í sambandi við uttanlandssiglingina, tók Tórfríð Johannesen avgerð um at fara í land, tá næsta barnið var á veg í 1995. Arbeiðstíðin við tveimum vikum umborð ísenn, kundi ikki sameinast við at hava eitt pinkubarn heima. Hon segði tí starvið frá sær, eftir at barsilstíðin var av. Leiðslan á Strandferðsluni má hava verið væl nøgd við nólsoyarkvinnuna sum starvsfólk, tí ikki vardi leingi, til Tórfríð fekk bjóðað starv í landi. Hetta var á Farstøðini. Og har hevur hon verið síðani. Ikki vanligt skrivstovuarbeiði Hendan síðsta dagin í november undirritaði er á vitjan niðri á Farstøðini, er ikki av teimum mest upptiknu, hóast tað eisini eru nógvar arbeiðsuppgávur at avgreiða hendan dagin. Á Farstøðini merkja tey heilt týðiliga, at tíðirnar eru góðar, og at fólk ferðast nógv, eins og nógvur farmur skal flytast aftur og fram. Hóast Tórfríð ikki starvast á sjálvari Farmadeildini hjá Strandferðsluni, sum eisini liggur á Eystaru Bryggju beint við síðuna av Farstøðini, so tekur hon tó ímóti farmabrøvum og tøppar tey inn í kt-skipanina, ið heldur greiði á farminum. Eisini er ferðafólkatalið vaksið ómetaliga nógv í seinastuni, og serliga í ár er tað vaksið í stórum tali. Fyrr sóu vit nóg illa eitt útlendskt ferðafólk í november, men nú hava vit tey her dagliga. Vit merkja eina týðilig øking. Og so nógv ferðafólk sum í ár, hava vit ongantíð havt fyrr. Ferðasesongin er týðiliga longd langt út á árið, sigur Tórfríð Johannesen. Hóast nógv um oyruni, so kundi hon ikki hugsað sær annað starv, enn tað hon hevur havt seinastu 22 árini. Eg eri ikki nakað vanligt skrivstovufólk, sjálvt um eg umsitið nógvar skrivstovuuppgávur. Eingin dagur er líka, tí her hendir nakað alla tíðina. Vit renna nærum bókstaviliga runt í okkara starvi, og eg elski tað og kundi ikki hugsað mær nakað annað, sigur Tórfríð Johannesen. Hon vísir á, at hóast tað eru illveðursdagar, sum tarnað ella seinkað bæði strandfaraskipum og bussum, so eru ferðafólkini ella tey, sum brúka hesar tænasturnar, ómetaliga fitt og høvisk at samskifta við. Tað hendir sjálvandi, at onkur hevur hug at ilskast í telefonini, tá bussurin ikki kemur ella kann vera koyrdur framvið. Ein slík støða er ikki serliga hugalig, so tað skilji eg fullvæl, sigur Tórfríð Johannesen at enda. Arbeiðsuppgávur Saman við starvsfelaga sínum hevur Tórfríð Johannesen nógvar arbeiðsuppgávur á Farstøðini. Eitt nú at passa høvuðstelefon og rutuupplýsing hjá Strandferðsluni. Avgreiða bólkabíleggingar fyri Bygdaleiðir. Taka ímóti og tøppa inn farmabrøv fyri flutning, eins og taka ímóti pakkum í avgreiðsluni. Umsita ferðagjaldsskipan og gera upp mánaðarliga. Avgreiða og útskriva tey ymsu ferðakortini, sum eru skúlakort, vinnukort, mánaðarkort, virðiskort og travelkort, eins og fylla pening á mánaðarliga. Umsita starvsfólkaskipanina, TotalView. Avgreiða ella leiðbeina øll ferðafólk, sum venda sær til kunningardiskin. Avgreiða alt teldusamskifti í sambandi við bíleggingar. Kunna um bíleggingarskipanina fyri akfør við Teistanum. Gera kassan upp. Taka sær av viðførisboksunum á Farstøðini, tá hetta er neyðugt, eins og mangar aðrar uppgávur, ið javnan stinga seg upp. Foreldur fáa betri sømdir við barnsburð Foreldur, sum fara heim í sambandi við barnsburð fáa nú betri fíggjarligar sømdir at vera heima hjá barninum ella børnunum í barsilstíðini. Seinasta semjan við Fíggjarmálaráðið merkir, at tíðarskeiðið við løn verður longt hjá teimum, sum arbeiða hjá landinum. Samstundis er løgtingslógin um barsil broytt, so at tíðarskeiðið í barsilsskipanini verður longt. Longri skeið við barsilsløn Við seinastu semjuni fáa foreldur, sum eru sett eftir sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, løn í 24 vikur, frá tí at barnið er komið í verðina. Harumframt hevur mamman rætt til at fara heim við fullari løn, tá ið mett verður, at 4 vikur eru til hon skal eiga. Sostatt hava foreldrini altíð rætt til 28 vikur við fullari løn eftir sáttmálanum, uttan at tað krevst nøkur læknaváttan fyri hesum. Frammanundan var tíðarskeiðið við vanligari barsilsløn 24 vikur (og soleiðis er tað enn eftir hinum sáttmálunum). Fór mamman heim áðrenn hon skuldi eiga, so tók hetta tó burturav teimum 24 vikunum. Fór hon til dømis heim 8 vikur áðrenn termin, so høvdu foreldrini bert 16 vikur við barsilsløn eftir, tá barnið varð komið í verðina. Við nýggju skipanini hava tey altíð rætt til barsilsløn 4 vikur áðrenn føðing, og altíð 24 vikur eftir føðing. Til ber tí at siga, at tíðarskeiðið við vanligari barsilsløn er longt 4 vikur. Harafturat koma onnur rættindi í viðgongutíðini. Prógvar kvinnan við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, hevur hon rætt til vanliga løn sum undir sjúku. Metir læknin, at vandi kann vera fyri fostrinum ella henni sjálvari, um hon heldur fram at arbeiða, hevur kvinnan eisini rætt til farloyvi við fullari løn alla viðgongutíðina. Í fyrsta umfari er tað bert sáttmálin við Fíggjarmálaráðið, sum er broyttur. Sáttmálin við kommunurnar var ikki gjørdur, tá Starvsblaðið fór til prentingar. Sannlíkt er tó, at rættindini hjá kommununum verða tey somu sum hjá landinum. Eisini er málið, at fáa somu rættindi í sáttmálarnar fyri tey almennu partafeløgini Posta og Føroya Tele. Sáttmálin hevur eisini rættindi fyri foreldur, ið ættleiða. Barsilsskipanin betrað Beint fyri jól varð eisini løgtingslógin um barsilsskipan broytt, og gevur hon eisini nakrar fíggjarligar eykasømdir. Ein broyting er, at tíðarskeiðið við gjaldi úr barsilsskipanini er longt tvær vikur. Taka vit biologisk foreldur, so høvdu tey frammanundan rætt til barsilsgjald í tilsamans 44 vikur eftir føðing. Nú er tað 46 vikur. Av hesum eru 14 tær fyrstu vikurnar markaðar mammuni. Hetta er tað sokallaða verndartíðarskeiðið. 4 vikur eru markaðar pápanum, sum skulu takast innan tær fyrstu 46 vikurnar eftir føðing. Eftir verndartíðarskeiðið hava foreldrini 28 vikur við gjaldi, sum tey kunnu býta sínámillum. Tær 4 vikurnar, sum mamman hevur rætt til undan føðing, ávirkast ikki av lógini. Eisini ættleiðingarforeldur fáa 2 vikur afturat við barsilsgjaldi. Skipanin við barsilspengum er soleiðis skrúvað saman, at tá ið foreldrini hava nýtt síni rættindi við barsilsløn eftir sáttmálanum, fara tey yvir í Barsilsskipanina, og fáa barsilsgjald fyri restina av tíðarskeiðnum. Eins og barsilsskipanin hevur sáttmálin eisini eitt verndartíðarskeið, har 14 tær fyrstu vikurnar við barsilsløn eftir sáttmálunum eru markaðar mammuni. Eftirlønargjald lagt omaná Hin lógarbroytingin er, at tey, sum eru í Barsilsskipanini nú fáa eftirlønargjaldið lagt omaná barsilsgjaldið. Frammanundan var tað so, at ein prosentpartur - sum svarar til eftirlønarprosentið í eftirlønarlógini - varð drigin av barsilsgjaldinum og fluttur til eftirlønina. Nú kemur prosentið, sum pr. 1. januar 2018 er 4 %, so omaná. Broytingin er eitt framstig. Í hoyringini hevði Starvsmannafelagið tó mælt til, at eftirlønarprosentið skuldi vera sum í sáttmálanum, 15%. Hetta, so at foreldur ikki skulu merkja so stóra lækking í inntøkuni, meðan tey eru undir barsilsskipanini. Hesum var ikki undirtøka fyri í løgtingum. Álitisfólkafundur í smæruni 75 álitisfólk møttu til árliga álitisfólkafundin hjá Starvsmannafelagnum týsdagin 12. desember í fjør. Valskeiðið hjá álitisfólkum er tvey ár, og á flestu arbeiðsplássum høvdu tey júst havt val, tá fundurin varð hildin. Av tí at sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki var komin upp á pláss, hevði val tó ikki verið á summum av teimum størstu arbeiðsplássunum. Hetta kemst av, at sáttmálin við kommunurnar kann fara at ávirka talið á álitisfólkum, ið veljast skulu. Skráin var fjølbroytt. Kunnað var um virksemið í felagnum og um avleiðingarnar, sum uppskotið hjá landsstýrinum til pensjónsskipan helst fer at hava fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Framløgur vóru um markið millum privatlív og arbeiðslív, sum kámast alsamt meira. Um barsilsskipanina í nýggja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið. Um rættindi í sambandi við uppsøgn. Og so var eisini ein framløga um arbeiðsskaða og virksemið í Vanlukkutryggingarráðnum. Álitisfólkini svaraðu eisini einum spurnablaði um í hvønn mun tey vera tikin við uppá ráð, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Týðandi dómur um hoyringsfreist Starvsmannafelagið kærdi Fíggjarmálaráðið fyri Fasta Gerðarrætt í vár. Pástandurin var í fyrsta lagi, at Fíggjarmálaráðið varð dømt at viðurkenna, at tað var brot á sáttmálan, tá ið ráðið sýtti fyri at geva starvsfólkinum og felagnum 14 daga hoyringsfreist í einum uppsagnarmáli eftir 120 daga regluni. Úrskurðurin kom fyri jól, og gevur Starvsmannafelagnum viðhald. Um hoyringsfreist Málið snúði seg um eina starvskvinnu á Fróðskaparsetrinum, sum varð uppsøgd í vár. Tað var við støði í 120 daga regluni, sum er ein regla um ein mánaða uppsagnartíð við drúgva sjúkrafráveru. Í hoyringsskrivinum fingu starvsfólkini og felagið 7 dagar at gera viðmerkingar til uppsøgnina. Starvsmannafelagið gjørdi vart við, at sambært hoyringsregluni í sáttmálanum er hoyringsfreistin í uppsagnarmálum 14 dagar - eisini í 120 daga málum. Tá Fíggjarmálráðið sum sáttmálapartur helt fast við sítt, avgjørdi Starvsmannafelagið at kæra ráðið fyri Fasta Gerðarrætt fyri brot á sáttmálan. Úrskurðurin Í gerðarrættinum gjørdi Fíggjarmálaráðið galdandi, at 120 daga reglan er ein serlig uppsagnarregla, sum er ásett í starvsmannalógini. Tá reglan ikki er nevnd í sáttmálanum, er 14 daga hoyringsfreistin í grein 6, stykki 4 í sáttmálanum ikki galdandi fyri hetta slagið av uppsagnum, metti aðalráðið. Starvsmannafelagið vísti afturímóti á, at orðingin í sáttmálanum um hoyring ikki avmarkar seg til ávíst slag av uppsagnum. Og at felagið og starvsfólkini frammanundan altíð høvdu fingið 14 daga hoyringsfreist í uppsagnarmálum eftir 120 daga regluni. Í úrskurðinum leggur Fasti Gerðarrættur dent á, at Starvsmannafelagið og limir tess gjøgnum árini, uttan undantak, hava verið hoyrd eftir sáttmálanum, og við 14 daga hoyringsfreist. Eisini verður dentur lagdur á, at starvskvinnan á Fróðskaparsetrinum varð sett eftir sáttmálanum og at Fíggjarmálaráðið ikki hevur víst á aðra heimild at hoyra Starvsmannafelagið enn eftir sáttmálanum. Tískil áttu bæði starvskvinnan og felagið at fingið 14 daga hoyringsfreist - sum ásett í grein 6, stykki 4 í sáttmálanum, metir rætturin. Starvsmannafelagið heldur, at úrskurðurin hevur prinsipiellan týdning. Starvsmannafelagið hevur avmarkaðar resursur til umsiting av starvsfólkamálum. Skal felagið kunna geva eina nøktandi viðgerð av uppagnarmálum saman við starvsfólkunum, er umráðandi, at felagið fær stundir at viðgera ætlanarskrivini. Í so máta er 14 daga hoyringsfreistin ein virðismikil garantiregla, sum kann vera við til at tryggja, at grundarlagið undir uppsagnum verður væl lýst og rætt. Hon hevur sostatt týdning, bæði fyri rættartrygdina og rættarkensluna hjá okkara limum - eisini, tá ið tað snýr seg um uppsøgn eftir 120 daga regluni, sum starvsfólkini ofta uppliva sum eitt ógvusligt tiltak. Felagið metir, at 14 daga hoyringsfreistin í sáttmálanum er galdandi fyri uppagnarmál yvirhøvur. T.v.s. bæði fyri uppsøgn eftir vanligum reglum, eftir 120 daga regluni og tá ið uppsøgn verður framd undir 3 mánaða royndarsetan. Eisini metir felagið, at freistin er galdandi, tá ið ætlanin er at burturvísa starvsfólki, og tá ið munandi broytingar verða gjørdar í starvssetanum, sum skulu fráboðast við uppsagnarfreistunum. Harumframt skulu reglurnar haldast, tá ávaringar vera givnar. Onnur fakfeløg hava líknandi ásetingar um 14 daga hoyringsfreist í sínum sáttmálum. Hesin úrskurðurin kann tí eisini fáa týdning fyri fyri onnur feløg og starvsfólk. Við tað, at uppsøgnin varð framd á síðsta degi í mánaðinum, 31. mars, fekk starvskvinnan á Fróðskaparsetrinum bert uppsagnarløn apríl mánað út. Um Fróðskaparsetrið hevði hildið kravið um 14 daga hoyring, skuldi hon eisini fingið uppsagnarløn fyri apríl. Kravið um ein mánaða eyka uppsagnarløn er sent Fróðskaparsetrinum. Eftirlønin skal vera í Tryggingarfelagnum LÍV Sum flestu kunnugt, keyptu 20 fakfeløg helmingin av Tryggingarfelagnum LÍV 1. september 2016. Hetta var ein heilt náttúrlig avgerð, tá havt verður í huga, at tað eru fakfeløgini, ið hava størstu áhugamálini í LÍV. Og sum ein sjálvsøgd avleiðing av hesum, kravdu vit til sáttmálasamráðingarnar, at orðaljóðið í grein 13 í sáttmálanum um eftirlønartrygging bleiv broytt til at: Stovnurin rindar vegna starvsfólkið, til eina eftirlønarskipan í LÍV 15% í eftirlønargjaldi. Frammaundan stóð: okkurt um eina eftirlønarskipan, ið Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið kunnu góðkenna. Okkara grundgevingar Sum grundgeving fyri broytingini staðfestu vit millum annað, at: Starvsmannafelagið hevur saman við 19 øðrum fakfeløgum keypt 50% av LÍV. Vit halda tað tí vera heilt nattúrligt, at vit í sáttmálanum staðfesta, at tað er í LÍV, at okkara eftirlønar- og samlagstryggingar eru. Politiski myndugleikin avgjørdi fyri fleiri árum síðani at selja helvtina av LÍV til fakfeløgini og at lata hina helvtina til tryggingartakaran. Hetta varð neyvan gjørt við tí fyri eyga, at eftirlønar- og samlagstryggingarnar skuldu takast úr LÍV. Fakfeløg eru sett í verðina fyri at vara av áhugamálunum hjá limunum. Tað er at samráðast um løn og sáttmála, at syrgja fyri at limurin er so væl tryggjaður sum møguligt, og at arbeiða fyri, at limurin fær sum mest burturúr hvørjari vunnari krónu. Sáttmálin, sum varð galdandi fram til oktober 2017, ásetti, at eftirlønin skuldi flytast til eina eftirlønarskipan, sum partarnir hava góðkent. Og partarnir høvdu bert góðkent eina skipan, eitt tryggingarfelag, sum er LÍV. Einki annað. At vera í eini kollektivari eftirlønarskipan gevur eina betri og bíligari loysn fyri limirnar. Um vit lata upp fyri, at til ber at velja millum tryggingarskipanir, fer hetta heilt vist, at dýrka um tryggingarnar, og hevði tað á ongan hátt tænt okkara limum. Sum er hevur Starvsmannafelagið eina og bert eina kollektiva avtalu um eina eftirlønar- og samlagstryggingarskipan. Hendan avtalan er við Tryggingarfelagið LÍV. Tá starvsfólk gerst limur í Starvsmannafelagnum, verður limurin samstundis innlimaður í eina eftirlønarskipan í LÍV. Sama er galdandi við samlagstryggingini. Hon er staðsett í LÍV. At fáa staðfest, at eftirlønarskipanin er í LÍV ger eisini, at einki annað í løtuni er møguligt, og at tað ikki er nakað ivamál, hvørki fyri arbeiðsgevaran ella løntakaran, hvar eftirlønin skal flytast. Hesar vóru so okkara grundgevingar. Nógva umrøðu At vit fingu júst hetta kravið eftirlíka til sáttmálasamráðingarnar, fekk av onkrari grund stóra rúmd í fjølmiðlunum og millum fólk. Hví so er, kunnu vit bert gita um, men møguliga er tað tí, at vit við hesum koma onkrum áhugabólkum ov nær, ella at kappingarneytar hjá LÍV ikki síggja seg førar fyri at taka kappingina upp við LÍV. Hesi hava verið ófør at taka orðið í almenna rúminum og hava roynt at sáa iva um heimildina fyri sáttmálaásetingini. At vera í eini kollektivari eftirlønarskipan gevur eina betri og bíligari loysn fyri limirnar. Um vit lata upp fyri, at til ber at velja millum tryggingarskipanir, fer hetta heilt vist, at dýrka um tryggingarnar, og hevði tað á ongan hátt tænt okkara limum. Sum er hevur Starvsmannafelagið eina og bert eina kollektiva avtalu um eina eftirlønar- og samlagstryggingarskipan. Hendan avtalan er við Tryggingarfelagið LÍV. Tá starvsfólk gerst limur í Starvsmannafelagnum, verður limurin samstundis innlimaður í eina eftirlønarskipan í LÍV. Sama er galdandi við samlagstryggingini. Hon er staðsett í LÍV. At fáa staðfest, at eftirlønarskipanin er í LÍV ger eisini, at einki annað í løtuni er møguligt, og at tað ikki er nakað ivamál, hvørki fyri arbeiðsgevaran ella løntakaran, hvar eftirlønin skal flytast. Hesar vóru so okkara grundgevingar. Nógva umrøðu At vit fingu júst hetta kravið eftirlíka til sáttmálasamráðingarnar, fekk av onkrari grund stóra rúmd í fjølmiðlunum og millum fólk. Hví so er, kunnu vit bert gita um, men møguliga er tað tí, at vit við hesum koma onkrum áhugabólkum ov nær, ella at kappingarneytar hjá LÍV ikki síggja seg førar fyri at taka kappingina upp við LÍV. Hesi hava verið ófør at taka orðið í almenna rúminum og hava roynt at sáa iva um heimildina fyri sáttmálaásetingini. Eg kann tó vissa øll um, at avtalan, ið er gjørd, er fult lóglig og ikki í stríð við kappingarlógina. Margháttlig útmelding Ein seinnapart herfyri varð eg spurdur, um eg hevði nakra viðmerking til eitt tíðindainnslag, sum skuldi verða í Degi & Viku sama kvøld. Innslagið var um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelag ikki vildi undirskriva slíka avtalu, tí tey mettu, at hetta var í stríð við kappingarreglurnar. Eg valdi tá at siga nei takk til møguleikan, tí vanligt er, at so leingi samráðingarnar eru, hava partarnir ikki viðmerkingar í almenna rúminum til krøvini hjá hvørjum øðrum. Eftir at innslagið hevði verið í Degi & Viku sama kvøldið, mátti eg tó í hesum føri gera eitt undantak frá hesi góðu siðvenju. Í sendingini kunngjørdi Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at tey sum arbeiðsgevarar vóru ímóti, at starvsfólk skulu tvingast í ávíst tryggingarfelag. Og sjálvandi er stjórin í einum pensjónsfelag, sum er kappingarneyti hjá okkara felag, klárur til eina samrøðu, sum nú gav honum møguleikan at skapa meira órógv. Í innslagnum verður sagt, at sambært keldum so er fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið talan um eitt principielt mál, tí at talan er um kappingaravlag, um LÍV fær framíhjárætt. Hetta kundi sjálvandi ikki standa ósvarað. Nú veit eg ikki, hvat Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og hetta pensjónsfelag hava av felags áhuga, men tey vita fullvæl, hvussu kappingarlógin er á hesum øki. Fyri at nakað kann verða kappingaravlagandi má tað koma undir kappingarlógina, og tað ger tað ikki, tí sum kunnugt sigur grein 3 í kappingarlógini, at lógin ikki er galdandi fyri lønar- og arbeiðsviðurskifti. Arbeiðsmarknaðurin skipar seg í frælsum samráðingum og ger millum annað avtalur um pensjónsviðurskifti, sum geva flestu fyrimunirnar. Soleiðis er tað í Starvsmannafelagnum, og soleiðis gera nógv feløg á danska arbeiðsmarknaðinum eisini, og er hetta ikki í stríð við kappingarlógina, sum hevur eitt tilsvarandi undantak sum okkara lóg. Hetta veit Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini. Tey hava nevnliga ómaka sær at kanna málið hjá Kappingarráðnum, sum hevur vent tummilin niður. Sum skilst við tilvísing til nevnda undantak. At Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er við til at gera hetta til eina toppsøgu í prime time í Degi & Viku mitt undir samráðingunum, kundi bent á, at tey síggja trøll á alljósum degi. Her er einki nýtt undir sólini. Í sáttmálanum millum feløgini stendur, at eftirlønar- og samlagstryggingargjøld verða flutt í skipan (tryggingarfelag), ið er góðkent av báðum pørtum. Starvsmannafelagið hevur ongantíð góðkent annað felag enn tað, vit hava avtalu við, nevniliga LÍV. Ongar ætlanir eru heldur um at broyta hetta, ikki so leingi vit hava eina nøktandi avtalu. Og tað hava vit. At siga, at hettar at vit fáa staðfest í sáttmálan, at tað er í Tryggingarfelagnum LÍV, vit hava okkara eftirlønar- og samlagstryggingar, er kappingaravlagandi, er at tala móti betri vitan. Sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið 2017 Starvsmannafelagið skrivaði 13. oktober undir nýggjan tvey ára sáttmála galdandi frá 1. oktober 2017. Sum avtalan millum sáttmálapartarnar sigur, so kunnu partarnir siga sáttmálan upp 6 mðr. áðrenn hann gongur út. Tí valdu vit so tíðliga sum møguligt, at boða Fíggjarmálaráðnum frá, at Starvsmannafelagið vildi siga sáttmálan upp. Hetta varð gjørt um miðjan apríl mánað 2017. Vit avtalaðu skjótt ein fyrireikandi fund, har avtalur skuldu gerast, um hvussu farast skuldi víðari fram. Nær partarnir skulu handa hvørjum øðrum krøvini og fundardagar aftaná. Á fyrsta samráðingarfundi seinast í august handaðu partarnir síni krøv, og krøvini vórðu gjøgnumgingin. Sáttmálasamráðingarnar gingu sum heild hampuliga væl. Fyrsta tíðin varð mest brúkt til at fáa sáttmálaspurningar og krøv avgreidd, sum ikki kostaðu pengar, meðan alt, sum hevði við sær kostnað, slapp at bíða til seinni. Tað merktist, at hetta var ein tilætlað strategi hjá Fíggjarmálaráðnum, og valdu vit at fylgja hesum leisti, til vit vóru vís í, at nú komu vit ikki longur. Tað var ikki fyrr enn vit vóru farin um 1. oktober, at vit av álvara byrjaðu at tosa um tað, sum tað heila snýr seg um pengarnar. Nú stóðu partarnir væl longri frá hvørjum øðrum. Vit vildu sjálvsagt hava so nógv sum møguligt burturúr, meðan lønardeildin ikki vildi lata nakað nevnivert, sum kostaði. Vit meldaðu rættuliga tíðliga út, at til hesar sáttmálasamráðingarnar fóru vit eftir eini lønarhækkan í krónum og ikki í prosentum. Partarnir blivu beinanvegin samdir um, at hetta var rættasta loysnin hesaferð. Nú skuldu øll fáa somu lønarhækkan, óansæð hvar ein var staddur á lønarstiganum. Vit vildu hava, at lág- og miðallønirnar skuldu fáa lutfalsliga meira burturúr, enn tær hægru lønirnar og sigast má, at hetta eydnaðist. Í krónum sigur semjan, at: Fyrsta árið er karmurin 695 krónurum mánaðin, og næsta árið er karmurin 754 krónur um mánaðin. Og eftir at hava brúkt 62 krónur til millum annað umflokkingar og samsýning til álitisfólkini, verður mánaðarlønin umroknað til, at tann 1. oktober 2017 hækkaði mánaðarlønin við 633 krónur og tann 1. oktober 2018 hækkar mánaðaralønin 754 krónur Alt í alt vil hetta siga, at í prosentum hækkaði lønin hjá teimum lægstløntu limunum í Starvsmannafelagnum um 7%. Fyri allar limirnar er miðal lønarhækkingin uml. 5,15%. Semja millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðarskeiðið 1.10.2017 til 1.10.2019. Fyrsta árið er karmurin 695 krónurum mánaðin og næsta árið er karmurin 754 krónurum mánaðin. Tann 1. oktober 2017 hækka mánaðaralønirnar við 633 krónur Tann 1. oktober 2018 hækka mánaðaralønirnar 754 krónur Umflokkingar: Teknikarar, tekstarar og skráfólk í Kringvarp Føroya flyta úr lønarflokk 6 í lønarflokk 7 við starvsaldur. Landmálsteknikarar á Umhvørvisstovuni flyta í lønarflokk 6 við starvsaldur. Broytingar í sáttmálatekstinum: Grein 1, stykki 4: Fyrsti setningurin semingsmaðurin leggur uppí verður broytt til: Semingsstovnurin leggur uppí. Grein 3, stykki 2: Ein setningur afturat: Tá ið ein er valdur til álitisfólk, fær ein samsýning svarandi til eitt lønarstig. Grein 4, stykki 1 broytt til: Leys størv, sum sett skulu verða eftir hesum sáttmála, skulu verða lýst leys á stovninum og alment. Er tó ikki neyðugt at lýsa starvi leyst, um starvstíðin er stytri enn 6 mánaðir. Grein 8. Barnferð Starvskvinna, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir fyri metta føðing. stykki 2. Starvskvinna hevur rætt til barsilsfarloyvi við løn í 4 vikur undan mettari føðing og í 24 vikur eftir føðing, t.e. 28 vikur tilsamans. stykki 3. Prógvar starvskvinna við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, verður hetta roknað sum vanlig sjúka, og starvskvinna hevur tá rætt til løn undir undir sjúku. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsfarloyvi við løn, sbr. stykki 2. Samlaða barsilsfarloyvi við løn er framvegis 28 vikur. stykki 4. Umframt nevndu sømdir kann starvskvinna fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. stykki 5. Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. stykki 6. Starvsfólk, ið ættleiða barn, hava rætt til fráveru við løn í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín. Rætturin til fráveru við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið. Foreldrini kunnu ikki vera í farloyvi við løn samstundis eftir hesi grein. stykki 7. Umframt farloyvi nevnt í stykki 2-6, hava starvsfólk rætt til farloyvi við ongari løn løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at samlaða farloyvistíðarskeiðið tilsamans er 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Tíðarskeiðini eru samanhangandi, og farloyvi eftir hesi grein skal vera avgreitt í seinasta lagi 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Grein 13, stykki 1: Stovnurin rindar vegna starvsfólk, til eina eftirlønarskipan í LÍV 15% Grein 21, nýtt stykki 2 soljóðandi: Hjálparfólk, sum ikki eru í føstum starvi hjá Rúsdrekkasølu Landsins, og sum fyri tað mesta arbeiða leygardag ella eftir kl 15 yrkadagar fáa ikki ótíðargjøld, fyrr enn tey hava arbeitt 12 tímar eina viku. Grein 21 verður í staðin fyri orðið vaktargjald skrivað ótíðargjald. Grein 25, stykki 1: Fyri tilkallivakt verður latið vaktargjald 1 um tíman. Fyri vikuskiftistilkallivakt verður latið vaktargjald 2 um tíman. Gjaldið fyri tilkallivakt verður goldið frá tí at tilkallivaktin tekur við til hon endar. Grein 45, stykki 8 verður broytt soleiðis: Fer skip í dokk, verður sjófólk umborð, tá reiðaríið áleggur teimum tað. Verður hetta kravt, skal reiðaríið tryggja sjófólkum góðar umstøður. Grein 53 verður í staðin fyri 7 skrivað 7,8. Grein 56 verður orðið nýggju strika. Ein vaktaravtala verður gjørd á Heilsu­ frøðiligu Starvsstovu: Gjørd verður ein serlig avtala, t.v.s. at hon ikki er inni í sáttmálanum. Avtalan verður avmarka til at galda inn- og útflutning og eftirlitsarbeiðið innan alivinnuna. Tímagjaldið fyri at verða á vakt skal verða sum hjá AKF: 12,75 % av lønini. Samsýningin verður eftir sama leisti sum hjá AKF Skilt verður millum regluligar og brákomnar vaktir. Tíðarfreistir verða júst sum hjá AKF. Fyri brákomnar vaktir er byrjunargjaldi eins og hjá AKF: 16 tímar. Partanir eru samdir um: Skipað verður fyri felags evnisdegi í 2018, at umrøða spurningin hvussu almennar leiðslur handfara avgerðandi broytingar og hvussu starvsfólk fáa høvi at vera við í broytingartilgongdini. Ein arbeiðsbólkur verður settur at endurskoða arbeiðstíðarreglurnar innan sjúkraflutningstænastuna, og hesar vera síðan settar inn í ein komandi sáttmála. Í sáttmálaskeiðinum verður almenna lønarlagið kanna bæði sum heild, og hjá einstøkum starvsbólkum. Lýsast skulu møguleikar fyri at skipa eina felags lønarskipan innan tað almenna. Kannast skal um sáttmálarnir og avtalurnar tað almenna hevur við fakfeløg, skapa hóskandi karmar fyri at kunna broyta og endurnýggja almenna geiran, soleiðis at hann skynsamast kann røkka sínum endamálum. Arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi í 2018. Eyka løn fyri at vera álitisfólk - færri álitisfólk Tey seinastu mongu árini hevur til sáttmálasamráðingarnar verið ynski um, at álitisfólkini fáa serliga samsýning fyri tað stóra arbeiði, ið fylgir við uppgávuni at vera álitisfólk. Gongdin í samráðingunum Hetta krav sóu vit hevði ein realistiskan møguleika at verða eftirlíka hesaferð, og tí løgdu vit rættuliga stóran dent á at fáa tað í hesa semjuna. Sjálvt kravið var soljóðandi: Grein 3 Álitisfólk og nevndarlimir. Nýtt stykki 6. Álitisfólkið fær 1 viðbótastig í samsýning, hendan samsýning er eftirlønargevandi. Sáttmálaparturin var sinnaður at tosa um hetta, treytað av at vit vildu hyggja eftir álitisfólkaskipanini sum heild. Tað vildu vit ikki avvísa, tí vit hava sjálvi havt ætlanir um júst hetta. Tá mótkravið so kom frá Fíggjarmálaráðnum um, at tað á ongum stovni skuldu verða fleiri enn tvey álitisfólk, hildu vit at hetta var at fara ov vítt. At skerja álitsfólkatalið kundu vit tosa um, men ikki at skerja talið við heili 24 fólkum, sum mótparturin vildi. Vit hugsaðu okkum væl um og komu til, at vit kundu skerja álitisfólkatalið á teimum stóru arbeiðsplássunum. Men, at hetta skuldi gerast við skili og umhugsni. Eftir gjølla umhugsan skutu vit upp, at álitisfólkatalið kundi lækka úr 74 niður í 60, t.v.s. 14 álitisfólk færri. Hetta kundi Fíggjarmálaráðið góðtaka, og hava vit nú, eftir nógv ára samráðing og argumentasjón, fingið avtaluna til høldar. Øll álitisfólk í sáttmálaøkinum undir Fíggjarmálaráðnum fáa nú eitt lønarstig í samsýning fyri tað stóra arbeiði, sum tað er at vera álitisfólk. Samsýningin er eftirlønargevandi. Styrkir støðuna Álitisfólkini eru longdi armurin hjá Starvsmannafelagnum og umboðsfólk hjá limunum á arbeiðsplássinum. Tað er tó ikki bert felagið og limirnir, sum fáa ágóðan av einum álitisfólki, tí álitisfólkini eru eisini ein týdningarmikil millumliður millum leiðslu og starvsfólk. Tey eru eitt gott amboð hjá leiðsluni, ið kann fáa stórt gagn av álitisfólkinum, um hon brúkar tey skynsamt. Og eg veit, at álitisfólkini eisini verða nógv brúkt av leiðsluni í starvsfólkamálum. Sum umrøtt aðrastaðni í blaðnum, er tað tó ein avbjóðing, at leiðslan loypur álitisfólkini um, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássunum. Hetta vandamál skal viðgerast á evnisdegi, sum sáttmálapartarnir skulu fyrireika í felag. Og tað er okkara vón, at lønarsamsýningin kann vera við til at styrkja støðuna hjá álitisfólkunum í hesum sambandi. Tað er gleðiligt at hesi starvsfólk, sum hava eina serliga uppgávu, ið krevur nakað meira av teimum, nú verða kompensera við eini serligari samsýning. Hetta kemur eisini at gera, at tey, ið veruliga hava áhuga í álitisfólkaarbeiðinum, kenna hetta sum eina viðurkenning av hesum ábrygdarfulla starvi og leggja enn meira dent á uppgávuna. Eitt sindur av telving skuldi til fyri at fáa kabalina at ganga upp. Nú er so alt komið í rættlag og álitisfólkavalini, sum eru galdandi fyri komandi tvey árini, eru hildin. Tað næsta, sum fer at henda er, at felagið skipar fyri grundskeiðum fyri nývaldu álitisfólkunum. Tað verður í vár og í heyst. Eg fari her at nýta høvið at takka øllum álitisfólkunum fyri gott samstarv og ynski teim nývaldu álitisfólkunum blíðan byr. Eisini vil eg takka fyrrverandi álitisfólkunum fyri teirra tænastu felagnum og limunum at gagni. Sáttmálasamráðingarnar við KAF Nýggi sáttmálin fyri kommunur og kommunalar felagsskapir hevur verið í bíðistøðu í vetur, men verður vónandi undirskivaður, áðrenn aðalfundin í mars. Sáttmálasamráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið byrjaðu fyrst í september. Í fyrstu atløgu vóru bara tveir fundir. Partarnir avtalaðu at taka samráðingarnar upp aftur, tá ið Starvsmannafelagið hevði gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Hesir sáttmálar eru vanliga rættuliga líkir, hóast ávíst frávik eru. Tá ið partarnir hittust aftur, boðaðu vit frá, at eftir at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið, var samráðingaruppleggið broytt. Vit ynsktu tí, at partarnir hildu seg til nýggja karmin, sum nú var lagdur. Hetta var sjálvandi ein nýggj støða hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sum bað um útsetan, so tey kundu seta seg inn í nýggju støðuna. Síðani fór Pedagogfelagið í verkfall og varð rakt av verkbanni. Hetta gjørdi so, at samráðingarnar aftur blivu settar í bíðistøðu. Samráðingarfundur í Starvsmannafelagnum. Tá Starvsblaðið fór til prentingar høvdu partarnir avtalað nýggjar samráðingarfundir, og vónandi verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður fyri kommunurnar og kommunalu felagsskapirnar fyri aðalfundin 3. mars. Fakfeløgini mugu skipa seg í meginfelag Orrusturnar á arbeiðsmarknaðinum í vetur vísa, at skulu fakfeløgini standa arbeiðsgevaranum kurl, má eitt yrkismeginfelag setast á stovn. Fakfeløgini mugu standa saman til komandi lønarsamráðingar. Rokið á arbeiðsmarknaðinum seinastu tveir mánaðirnar gevur orsøk til at hugleiða um sáttmálasamráðingarnar, sum hava merkt 2017 og fyrstu dagarnar av 2018. Starvsmannafelagið vildi hava lønarhækkan í krónum, sum lutfalsliga gav lág- og miðalløntum mest, meðan hini feløgini hava gjørt avtalur í prosentum, ið gevur teimum hægstløntu meginpartin av karminum. Soleiðis vil eg í stuttum lýsa tað, sum er farið fram, eftir at Starvsmannafelagið skrivaði undir nýggjan sáttmála við Figgjarmálaráðið í oktober 2017. Síðani hava vit hoyrt minni penar orðingar um sáttmálan hjá okkum. Og tað kann eg á ongan hátt góðtaka. Góður sáttmáli Nýggi sáttmálin er ein góður sáttmáli fyri rættuliga stóran part av okkara limum. Vit kunnu væl liva við sáttmálanum komandi tvey árini. Gamaní, hann er ikki fullkomin, men hann gevur okkara lægstløntu limum eina lønarhækkan á 1.400 krónur Tað svarar til 7%, sum er meira enn onnur hava fingið. Harumframt eru millum annað umflokkingar gjørdar. Álitisfólkini hava fingið eitt serligt lønarískoyti, og barsilstíðin við fullari løn er longd við 4 vikum. Hetta eru viðurskifti, ið telja. Og á hesum økjum eru vit frammanfyri hini feløgini. Starvsmannafelagið hevur til fleiri av teimum undanfarnu sáttmálasamráðingunum lagt dent á at uppstiga hálønarbólkarnar í felagnum. Hesir bólkar hava fingið fyrimunirnar og eru lyft upp, so at tey liggja ájavnt við líknandi størv, skipað eftir øðrum sáttmálum. Samráðingarsiðvenjan brotin Samráðingargongdin í vetur staðfesti, at leisturin, Fíggjarmálaráðið higartil hevur brúkt til samráðingarnar, varð kolldømdur. Karmurin hjá fyrsta fakfelagnum legði ikki, sum áður støðið undir samráðingunum og úrslitinum hjá øðrum feløgum. Og tað er at fegnast um. Hesaferð hava vit sæð, hvussu feløg hvør í sínum lagi hava kravt samráðingar grundað á teirra fortreytum. Eftir tí, sum hóskar best til teirra fakøki. Veruligar samráðingar. Sjálvstøðugar samráðingar. Samanumtikið er einki at ivast í, at tey feløgini, sum hava gjørt semjur í vetur, hava skrivað undir, tí tey hava fingið sáttmálar, sum tey meta eru best fyri teirra limir. Eitt meginfelag Tá hetta er sagt, standi eg tó eftir við spurningunum: Er hetta rætti mátin. Eigur arbeiðsmarknaðurin at standa so nektaður og sárbarur, sum hann ger í dag. Er samstarvið nóg gott. Kundu feløgini ikki staðið meira saman um teirra krøv? Við verandi skipan stendur arbeiðsgevarin í eini sera sterkari støðu mótvegis fakfeløgunum og einstaka starvsfólkinum. Seinastu orrusturnar á arbeiðsmarknaðinum vísa tíðiliga, at skulu vit standa arbeiðsgevaranum kurl, má eitt yrkismeginfelag ella líknandi samtak, setast á stovn. Heilt skjótt. Kanska eitt felag, ið fer tvørturum almenna og privata sektorin. Fakfeløgini mugu - um teimum skal vera lív lagaða - taka kjakið upp og seta sær sjálvum spurningin: Er mannagongdin, sum vit hava sæð á arbeiðsmarknaðinum, til frama fyri lønmóttakaran? Eg haldi, at sum feløg mugu vit seta okkum niður saman og taka støðu til, hvussu vit í felag kunnu virka best til frama fyri føroyska løntakaran. Fakfeløg skulu sjálvandi tæna sínum limum. Men tíðin er farin frá, at feløgini eina og aleina hugsa um, hvat, ið gagnar teirra egna felag og teirra egnu limum best. Tað ber ikki til, at vit steingja okkum inni í okkara egna lítla kongaríki og ikki gáa um, hvussu alt rundan um okkum verður manipulerað ímóti okkum sjálvum. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki verða statistar í eini tilætlaðari strategi, har fakfeløg verða sett upp móti hvørjum øðrum. Har arbeiðsgevarin stillisliga og effektivt sleppur at syndra fakfelagsrørsluna. Yrkismeginfelag er heitið á høvuðsuppgávu, eg havi latið inn í samband við eina akademiútbúgving í leiðslu. Í hesum sambandi havi eg gjørt eina kanning millum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Um hvørja hugsan tey hava, tá tað kemur til samstarv millum fakfeløgini, og hvørja hugsan, tey hava um eitt møguligt yrkismeginfelag. Niðurstøðan er greið. Øll eru samd um, at samstarvið als ikki er gott, og greiður meiriluti er fyri, at eitt yrkismeginfelag átti at verði sett á stovn í Føroyum. Eisini eru greiðar ábendingar um, hvat feløgini kundu hugsað sær, at eitt tílíkt samstarv fevndi um. Millum annað halda tey, at høvuðsuppgávan hjá einum yrkismeginfelag eigur at fevna um samráðingar um ein felags lønarkarm. Flestu teirra hava eisini eina greiða hugsan um, hvussu eitt slíkt samstarv skal skipast og fíggjast. Um áhugi er fyri tí, verður niðurstøðan av hesi kanning løgd fyri onnur fakfeløg í vár. Størri slagkraft Ímynda tær hvussu sterk fakfeløgini, umboðandi tilsamans 26.000 løntakarar, høvdu verið, um tey høvdu gingið saman til samráðingar um ein felags lønarkarm. Tá eg nevni lønarkarmin, so er tað tí, at eg haldi, at uppgávan hjá einum stórum fakfelagssamtaki, tá umræður samráðingar, bert átti at snúð seg um samráðingar um ein felags lønarkarm. Allar aðrar samráðingar - tað verði seg um hvussu karmurin verður brúktur hjá hvørjum einstøkum felag og onnur sáttmálaviðurskifti - skuldu tey einstøku feløgini sjálvi rátt fyri, sum nú. Eisini í aðrar mátar kundi ein LO-líknandi felagsskapur verði til stórt gagn fyri føroysku fakfelagsrørsluna. Hann kundi tikið sær av øðrum felags áhugamálum, sum at greina arbeiðsrættarlig viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum og ásetingar um arbeiðstíð, frítíð, barsil og sjúku v.m. Eitt slíkt felag kundi verði stýrt og umsitið av einum forfólki, eini nevnd og eini umsiting. Ella einum stjóra og stýri, saman við eini umsiting. Skal hetta gerast møguligt, mugu feløgini fyrst av øllum seta seg saman og við opnum sinni viðgera hetta stóra frambrot, sum eg meti, tað hevði verði. Og hvussu tað hevði verið skilabest at skipa ein slíkan felagsskap. Sjálvur haldi eg, at tíðin er búgvin til, at vit sum fakfeløg sýna okkara styrki. Vísa, at fakfeløgini megna at standa saman, og har tað er fakfelagsrørslan, sum í felagsskapi setir dagsskránna, tá ið sáttmálasamráðingarnar verða næstu ferð. Arbeiðið at gera eina almenna lønarskipan heldur fram og skal sambært okkara semju verða liðugt í 2018. Í semjuni, sum varð gjørd eftir sáttmálasamráðingarnar í 2015, varð avtala gjørd um at skipa ein arbeiðsbólk, sum skuldi eftirkanna almenna lønarlagið og arbeiða fram ímóti eini nýggjari almennari lønarskipan. Lønarnevndin bleiv sett á vári 2017, og hevði nevndin nakrar fundir í fjør. Men, tá ið vit nærkaðust tíðini, tá sáttmálasamráðingarnar skuldu byrja, valdi nevndin at leggja arbeiðið stilt fyribils. Til sáttmálasamráðingarnar hava verið, og tá verður arbeiði vónandi tikið uppaftur. Hettar varð gjørt fyri ikki at órógva sjálvar sáttmálaráðingarnar og lønararbeiðið óneyðugt. Í semjuni frá oktober 2017 stendur, at: Í sáttmálaskeiðinum verður almenna lønarlagið kanna bæði sum heild og hjá einstøkum starvsbólkum. Lýsast skulu møguleikar fyri at skipa eina felags lønarskipan innan tað almenna. Kannast skal um sáttmálarnir og avtalurnar tað almenna hevur við fakfeløg, skapa hóskandi karmar fyri at kunna broyta og endurnýggja almenna geiran, soleiðis at hann skynsamast kann røkka sínum endamálum. Arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi í 2018. Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetrinum, er forkvinna í lønarnevndini. Lítið er at ivast í, at ein nýggj almenn lønarskipan er av alstórum týdningi fyri limirnar hjá Starvsmannafelagnum. Loksins er møguleiki fyri at fáa greina almennu lønirnar og ikki minst størvini og arbeiðsuppgávurnar. Hettar so at starvsfólkið fær ta løn, ið starvsuppgávan av røttum eigur at geva. Tað er at fegnast um, at sáttmálaparturin viðurkennir tørvin at lýsa lønarlagið á arbeiðsmarknaðinum. Eisini er tað mín greiða fatan, at allir partar við opnum sinni síggja møguleikan at fáa skipaði lønarviðurskiftir, har tað millum annað eru royndir, starvið, útbúgving, heimildir og ábyrgd, sum avgera, hvussu lønin skal vera. Fakfelagssamstarvið - samskiparin farin úr starvi Fakfelagssamstarvið - sum er samstarv millum seks fakfeløg - heldur áfram sum higartil. Tó so. Eftir eitt gott ár í starvi, valdi ráðgevin í samtakinum, Poula Michelsen, at siga seg úr starvi í fjør summar. Hon valdi at taka av møguleikanum at fara í starv í familjufyritøkuni, og vil eg her nýta høvið at takka Poulu fyri tíðina, hon var hjá okkum og ynskja henni blíðan byr. Fakfelagssamstarvið umhugsar í løtuni um nýtt fólk skal setast í starv og hvussu hetta í framtíðini skal skipast. Eftir at Poula fór úr starvi, er samstarvið ikki líka væl skipað sum frammanundan. Vit hava tó regluligu mánaðarligu fundirnar, sum ganga upp á skift millum feløgini. Nú feløgini í samstarvinum hava verið, eru, ella fara til sáttmálasamráðingar, hava feløgini javnan kunna hvørt annað um samráðingarstøðurnar og hava stuðlað hvørjum øðrum við góðum ráðum og moralskum stuðli. Feløgini í fakfelagssamstarvinum eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Sjúkrarøktarfelagið, Lærarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Akademikararafelagið. Bústaðarneyð og fakfeløg Samstundis sum fólkatalið veksur, veksur avbjóðingin at útvega fólki bústað. Í hesum sambandi hevur spurningurin, hvørt fakfeløg skulu verða við til at fíggja bústaðar­ bygging, tikið seg upp. Vit hoyra dagliga um bústaðarneyðina. Tí er at fegnast um, at Bústaðir og Tórshavnar kommuna, har trýstið óiva er størst, nú spíla seg út við ætlanum um komandi árini at byggja fleiri íbúðir. Ofta verða vit fakfeløg harta fyri ikki at vera sinnaði at byggja íbúðir. Sagt verður, at pengakassarnir hjá fakfeløgunum eru á tremur við pengum, sum kundu gjørt nyttu. Hetta er sjálvandi ikki satt. Fakfeløgini eiga nokk ikki so nógvar pengar, sum ofta verður sagt, og pengarnir tey hava, mugu vera tøkir í teirra tiltaksgrunnum, tá brúk er fyri teimum. Fleiri fakfeløg hava júst verið í verkfalli. Høvdu tey ikki havt pengar á bók, hevði tað ikki borið til at fari í verkfall. Temadagur í fjør Í september í fjør skipaði Tórshavnar kommuna fyri temadegi, har yvirskriftin var: Hvussu kunnu vit saman loysa avbjóðingarnar við bústaðartørvinum við støði í at byggja leiguíbúðir? Hetta var ein sera góður fundur, har fleiri aktørar løgdu fram síni sjónarmið. Sjálvur varð eg biðin um at siga mína hugsan, um hvussu eg síggi leiklutin hjá fakfeløgunum í eini slíkari verkætlan. Eg vísti millum annað á, at Starvsmannafelagið er fyrst og fremst eitt fakfelag, sum verður stýrt eftir viðtøkum, ið eru kjølfestar av hægsta mynduleikanum í felagnum, aðalfundinum. Í viðtøkunum stendur millum annað í grein 2, stykki 1, at Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum. stykki 3. Formaðurin skal útinna tær skyldur, sum lógir Starvsmannafelagsins og aðalfundurin áleggja nevndini. stykki 4. Nevndin skal gera sáttmálar um lønar- og arbeiðsviðurskifti og tekur avgerð um uppsøgn av galdandi sáttmálum og kann eisini seta í verk og enda yrkisósemjur. Hyggja vit at viðtøkum felagsins, so hava vit sum nevnd, ikki heimild til annað virksemi enn tað, eg havi nevnt her. Eg eri púra samdur í, at íbúðarspurningurin er ein trupulleiki, ið má loysast. Men eg dugi ikki at síggja, at tað eru fakfeløgini og limir teirra, ið skulu fíggja slíka bygging. Tað eru ikki hesi, ið hava og/ella eiga henda trupulleikan. Og eg haldi heldur ikki, at hesi skulu átaka sær trupulleikan. Sjálvandi eru limir í Starvsmannafelagnum eisini raktir av íbúðarneyðini. Men eg meti framvegis ikki, at tað er okkara ella teirra uppgáva, at loysa trupulleikan. Samfelagstrupulleiki Eftir míni bestu sannføring haldi eg, at íbúðartrupulleikin er ein samfelagstrupulleiki, ið liggur hjá landi og kommunum. Landið hevur, við almenna stovninum Bústaðir, sett sær nøkur mál, men hetta nøktar ikki tørvin í dag, og helst ikki komandi árini heldur. Eisini hevur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum roynt at gera broytingar í skattaskipanini, tá ið umræður at leiga íbúðir út. Hetta eru ógvuliga positiv átøk, ið uttan iva taka hond um tann ringasta trupulleikan. Men er hetta nógv mikið? Ivaleyst ikki! At Tórshavnar kommuna nú eisini varpar ljós á íbúðarneyðina í kommununi er eisini serstakliga gott og tiltrongt. Tað er jú í miðstaðarøkinum, serliga í høvuðstaðarumráðnum, at trupulleikin er størstur. Eg skilji væl at kommunan roynir at fáa onnur við í eina slíka stóra verkætlan. Tað verði seg fíggjarstovnar, tryggingarfeløg, grunnar og vinnuna annars. Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur viðgjørt spurningin um felagið skal verða við í slíkari verkætlan. Vit hava ikki tikið endaliga støðu, men okkara fyribils niðurstøða er, at vit meta ikki at hetta er ein verkætlan, sum Starvsmannafelagið eigur ella skal verða beinleiðis partur av. Uppgávan hjá okkum sum fakfelag, er júst tann sama, sum hjá øllum øðrum fyritøkum. Íløgur skulu geva avkast, alt annað er ikki nóg gott. Um grunnar og onnur, sum Starvsmannafelagið er partar av fara - ella umhugsa - at gera íløgur í byggivinnuna, lati eg upp til avvarandi nevndir og leiðslur at taka støðu til. Hetta liggur ikki hjá okkum, men kemur fyrispurningur frá teimum til okkara, um hvat vit halda og/ella hvat vit mæla til, fara vit at taka støðu til tann spurningin til tað tíð. Ein annar spurningur var, um álitisfólkini halda, at tey koma nóg tíðiliga inn í broytingartilgongdina; nakað sum sáttmálarnir leggja upp til. Meiri enn helvtin, tilsamans 28 av 55, svaraðu, at tey 'sjáldan' ella 'ongantíð' koma inn í broytingartilgongdina nóg tíðiliga. Spurningur varð eisini settur, um álitisfólkini hava frænir av, at avgerðirnar, sum tey skulu vera við í, í roynd og veru eru tiknar frammanundan. Her svarar meiri enn helvtin, tilsamans 30 av 51 játtandi, at hesum hava tey 'altíð' ella 'ofta' frænir av. Kanningin millum álitisfólkini Kanningin varð gjørd á árliga álitisfólkafundinum hjá Starvsmannafelagnum, sum var í Smæruni týsdagin 12. desember. 52 álitisfólk svaraðu einum spurnarblaði. Einans fólk við royndum í álitisfólkaarbeiði hava svarað, t.v.s. ikki tey nývaldu álitisfólkini. Fýra spurningar vórðu settir, sum tóku støði í orðingunum í grein 2 í sáttmálunum um kunning og medávirkan á arbeiðsplássunum, tá broytingar henda. Í onkrum einstøkum føri hava álitisfólkini ikki svarað øllum spurningunum. Her má vend koma í Tað er álvarsamt, um ásetingarar um kunning og hoyring ikki virka, sum tær skulu, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Tað mugu vit gera nakað við beinanvegin. Evnið er sett á breddan í 2018. Felagið hevur leingi havt varhugan av, at ásetingarnar um hoyring og kunning í sambandi við broytingartilgongdina á arbeiðsplássunum, ikki hava virkað sum tær eru ætlaðar. Spurnarkanningin, sum varð gjørd millum álitisfólkini 12. desember, váttar tíverri hendan illgruna. Skeivt rák Ein kanning, sum Gallup gjørdi millum limirnar í Starvsmannafelagið í fjør vísti nøkulunda sama rák. Umleið ein triðingur av limunum, ið svaraðu tá, søgdu seg uppliva, at bert onkuntíð, sjáldan ella ongantíð verða starvsfólk tikin við uppá ráð, tá broytingar verða framdar á arbeiðsplássinum. Ein triðingur svaraði, at tey bert onkuntíð verða tikin við. Hetta gevur eina rættuliga greiða ábending um, at sáttmálaásetingarnar um medávirkan í sambandi við broytingar ikki virka sum tær skulu, sigur Súni Selfoss. Tað mugu vit fá gjørt nakað við beinanvegin. Sáttmálin skal haldast. Tað skal almenni starvsfólkapolitikkurin, sum eisini hevur ásetingar um medávirkan, eisini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Týdningurin Í øllum londum í okkara parti av heiminum er tað ein viðurkendur rættur, at starvsfólkaumboðini eru við í tilgongdini, tá ið týðandi broytingar verða gjørdar á arbeiðsplássunum. Yvirskipað hevur tað týdning, at starvsfólkini gjøgnum álitisfólkaskipanina eru við, tí tað eru starvsfólkini sum kenna arbeiðið og arbeiðsgongdirnar best. Hetta er við til at kjølfesta avgerðirnar. Tað skapar eisini virðing millum leiðslu og starvsfólk. Harumframt hava broytingar ofta við sær ítøkiligar avleiðingar fyri størv. Tí er tað týdningarmikið, at álitisfólkini fáa høvi at vera við, tá metast skal um hvørt broytingarnar eru so stórar, at tær ikki kunnu setast í verk beinanvegin, men mugu fráboðast við individuellu uppsagnarfreistunum. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at álitisfólkini koma við í tilgongdina í góðari tíð. Og tað vera tey eftir øllum at døma ikki í løtuni, vísir kanningin millum álitisfólkini. Hava reist málið Starvsmannafelagið hevur reist málið um kunning og hoyring av álitisfólkunum til sáttmálasamráðingarnar í heyst. Avtalað varð, at sáttmálapartarnir skulu skipa fyri felags evnisdegi í 2018, at umrøða spurningin hvussu almennar leiðslur handfara avgerðandi broytingar og hvussu starvsfólk fáa høvi at vera við í broytingartilgongdini. Í august í fjør var Starvsmannafelagið vertur fyri norðurlendskari fakfelagsráðstevna, har evnið júst varð samstarv og medábyrgd á arbeiðsmarknaðinum. Evnisdagurin í 2018 er so enn eitt stig, at varpa ljós á tann stóra týdning, sum hetta hevur á einum nútímans arbeiðsplássi, sigur Súni Selfoss. Tá vit tosa um samstarv er alt avgerðandi, at álitisfólkini sum heild fara at uppliva, at tey veruliga hava medávirkan og verða hoyrd, tá týðandi avgerðir verða tiknar á teirra arbeiðsplássi, sigur hann. Hvønn týdning hevur medávirkan? Bakrund: Ein demokratiskt tilgongd, har álitisfólkini verða tikin við upp á ráð, skapar sínámillum virðing og álit millum leiðslu og starvsfólk. Hoyringin av álitisfólkunum skal eisini verja fyri, at rættartrygdin hjá teimum, ið verða beinleiðis rakt av stórum broytingum, ikki verður sett til viks. Tað eru minst tvær góðar grundir til at álitisfólk og samstarvsnevndir mugu verða uppi í málinum, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Onnur grundin er kanska meira yvirskipað og prinsipiell. Hin grundin er meira ítøkilig ella praktisk, og hevur beinleiðis samband við setanartrygdina hjá starvsfólkunum, ið verða ávirkað av broytingunum. Yvirskipað Endamálið við reglum um kunning og hoyring, er grundleggjandi at skapa virðing og álit millum leiðslu og starvsfólk. Endamálið er eisini at skapa undirtøku millum starvsfólkini fyri avgerðunum. Tryggja at vandamál og fakligir blindvinklar, sum kanska ikki eru so lættir at fáa eyga á stjóragongini, verða avdúkaðir í góðari tíð. So at ætlanirnar ikki sláa bakk. Tað er eisini at fáa starvsfólkini at kenna seg tryggari og betri fyrireikað til broytinarnar. At rímiligur friður og stabilitetur valda, sjálvt tá ið ógvuslig tøk mugu takast. At kollveltandi broytingar ongantíð verða smoygdar omanyvir tey, sum kenna sítt arbeiði best, men at leiðslan dugir at lurta. Fyrimunirnir við at kunna og hoyra starvsfólkini eru eyðsýndir. Tað er munurin millum ta toppstýrdu og maktfullkomnu leiðsluna, sum altíð veit best, og ta demokratisku leiðsluna, sum gevur sær stundir at lurta og eisini hevur dirvið at broyta kós, tá ið ávaringar ljóða. Tá ein stovnur umhugsar at privatisera ein part av tænastuni ella at talgilda tænastur, so er tað týdningarmikið, at álitisfólk og samstarvsnevnd kunnu greiða frá hvørjar fyrimunir og vansar, tey síggja við hesum. Verður hetta ein sparing ella dupult arbeiði? Skulu starvsfólk umskúlast, størv broytast, starvsfólk flytast ella kanska sigast úr starvi? Starvsfólkini eru tey, sum kenna sítt arbeiðsøki best. Og við eini hoyring, har álitisólkini og samstarvsnevndin veruliga verða tikin við í tilgongdina, kann leiðslan fáa málið betri lýst. Hon kann lurta, og broyta ætlan, ella halda fast. Broytingar og varsling Ein onnur góð orsøk til, at tað hevur so stóran týdning, at reglurnar um kunning og hoyring virka, er, at broytingar á arbeiðsplássinum ofta hava avleiðingar fyri størv og starvsfólk. Neyðugt er kanska, at starvsfólk mugu gera okkurt annað, nú funktiónir verða talgildar ella privatiseraðar. Starvsfólk skulu kanska flytast úr einari bygd í aðra. Onkur skal ikki vera leiðari longur, tí at deildir skulu leggjast saman o.s.fr. Hettar krevur at arbeiðsplássið hevur lagt ætlanir í góðari tíð. Slíkar broytingar kunnu nevniliga vera so stórar fyri einstøk starvsfólk, at tær ikki kunnu setast í verk frá degi til dags. Broytingarnar eru størri enn raktu starvsfólkini mugu tola. Tí mugu tær sambært reglunum fráboðast við uppsagnarfreistini hjá starvsfólkum, sum kann vera upp í 6 mánaðir. Tí má leiðslan vera upp á forkant. Og hesum mugu álitisfólkini halda eyga við og minna leiðsluna á. Álitisfólkini kunnu í hesum sambandi krevja, at arbeiðsgevarin lýsir tey broyttu størvini. Hettar, so at støða kann takast til, um broytingin er so munandi at hon skal fráboðast við uppsagnarfreistunum. Hetta verður ikki altíð gjørt. Broytingar vera skundaðar ígjøgnum, og broytingar - sum av røttum skuldu verið varslaðar frammanundan - verða trýstar ígjøgnum. Hettar gongur út yvir rættartrygdina hjá starvsfólkunum. Eisini av hesi grund hevur tað alstóran týdning, at álitisfólkini sleppa við í tilgongdina skjótast til ber, tá broytingar liggja fyri framman. Tey kunnu nevniliga virka fyri, at alt verður lagt væl til rættis og í so góðari tíð, at stórar broytingar ikki verða skundaðar ígjøgnum - í andsøgn við rættindini hjá starvsfólkunum. Rætturin til hoyring og kunning Bakrund: Rætturin hjá starvsfólkunum, gjøgnum álitisumboðini, at vera hoyrd og at verða tikin við í ráðum, er ein grundfestur rættur í okkara parti av heimum. Rættindini eru staðfest í lóg, kollektivum sáttmálum og øðrum bindandi avtalum. Samstarv millum arbeiðsgevara og álitisfólk er partur av einum modernaðum arbeiðsplássi. Tá fakfeløgini fyri meira enn 100 árum síðani viðurkendu leiðslurættin, góðtóku arbeiðsgevararnir samstundis rættin hjá starvsfólkunum at skipa seg í fakfeløg. Feløg við álitisfólkum sum sínum longda armi úti á arbeiðsplássunum. Við hesum varð grundarsteinurin lagdur undir samstarv- og álitisfólkaskipanina, sum í dag eyðkennir arbeiðsmarknaðin í okkara parti av heiminum. Kontrol og samstarv Hyggja vit at gongdini søguliga, so var fremsta uppgávan hjá álitisfólkunum upprunaliga, at vera eftirlitsfólk hjá fakfelagnum. Tey skuldu ansa eftir, at lógir og sáttmálar vórðu hildin í starvsfólkamálum. Seinni er leikluturin hjá álitisfólkunum víðkaður. Tey hava fingið meira sjálvstøðugar samráðingarheimildir. Afturat eftirlitsuppgávuni er samstarvið við leiðsluna komið meira í fokus. Medávirkan og medavgerðarrættur Uppgávan hjá álitisfólkunum er soleiðis millum annað at virka fyri best møguligum viðurskiftum millum starvsfólkini og leiðsluna. Sambært sáttmálanum skal leiðslan taka álitisfólkini við í ráðleggingina, tá avgerandi broytingar henda á arbeiðsplássinum. Harafturat hava flestu sáttmálar, millum annað teir hjá Starvsmannafelagnum, ásetingar um samstarvsnevndir, har álitisfólk og varaálitisfólk sita, saman við umboðum fyri leiðsluna. Samstarvsnevndin skal hava innlit í øll viðskifti sum viðkoma stovninum, og leiðslan skal søkja sær ráð hjá samstarvsnevndini, áðrenn avgerðir verða tiknar. Rætturin til medávirkan og medavgerðarrætt sæst eisini aftur í kravinum um, at vinnurekandi feløg av ávísari stødd skulu hava starvsfólkaumboð í leiðsluni. Tað merkir í leiðsluni fyri parta- og smápartafeløg, lutafeløg og vinnurekandi grunnar. Hettar er lógarásett. Summir almennir stovnar hava eisini líknandi starvsfólkaumboðan í leiðsluni. Dømi um hetta eru stýrið fyri Kringvarp Føroya og stýrið fyri Fróðskaparsetrið. Til endans skal vera nevnt, at tá umræður arbeiðið at verja trygd og heilsu á arbeiðsplássinum, hava starvsfólkini eisini medávirkan og avgerðarrætt. Tað tryggjar lógin um arbeiðsumhvørvi teimum. Hesin rættur verður útintur gjøgnum tey valdu trygdarumboðini, sum, saman við leiðsluni, manna trygdarbólkar og nevndir. Har eitt álitisfólk er valt, kann hetta samstundis vera trygdarumboð. Eru fleiri álitisfólk á sama øki, ja so kunnu hesi sínámillum velja eitt trygdarumboð. Tá broytingar henda Á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava summir sáttmálar - til dømis teir hjá Starvsmannafelagnum - beinleiðis ásetingar um, at starvsfólkini skulu verða kunnað og tikin við uppá ráð, tá ið avgerandi broytingar verða framdar á arbeiðsplássinum. Meginreglan um hoyring og medávirkan sæst eisini aftur í starvsfólkapolitikki landsins, sum er galdandi fyri stovnar undir landinum. Hesin politikkur undirstrikar týdningin av samstarvi, tá leiðslan tekur avgerðir, ið kunnu ávirka arbeiðsviðurskiftini avgerandi. Politikkurin, sum ivaleyst speglar hugsanina aftanfyri sáttmálaásetingarnar, staðfestir millum annað at leiðslan skal kunna starvsfólkið í so góðari tíð, at sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkunum kunnu vera tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin verður endaliga staðfest, og at umboð fyri starvsfólkini skulu vera við til til fremja broytingarnar og vera tikin við uppá ráð, til dømis hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli - eisini ávegis. Kjølfest rættindi Rætturin til kunning og hoyring av starvsfólkaumboðum er kjølfestur rættur í nógvum evropeiskum londum. Summastaðni er hetta ásett í kollektivum sáttmálum. Summastaðni í lóg. Ofta bæði. Í summum londum er vanligt við rættiliga ítøkiligum avtalum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum útgreina hvussu samstarvið á arbeiðsplássinum skal vera. Í Danmark eru slíkar avtalur bæði fyri starvsfólk hjá landi og kommunum. Í Evropa er rætturin til kunning og hoyring serliga staðfestur í ES-lóggávu, sum eisini hevur havt ávirkan á onnur lond so sum Noreg. Í Danmark er hendan lóggáva sett í verk við lógini um upplýsing og hoyring av løntakarum, sum Fólkatingið samtykti í 2005. Talan er um sokallaða minstulóggávu, sum ásetir nøkur almenn rættindi. Sáttmálarnir kunnu so leggja afturat. Júst hendan lóggáva er ikki í Føroyum. 11. mai 2017 hittust umleið 240 álitisfólk úr seks fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum til felags álitisfólkafund á Hotel Føroyum. Fakfelagssamstarvið skipaði fyri og er hetta uttan iva fyrstu ferð, at álitisfólk úr so nógvum fakfeløgum hittast til eitt felags álitisfólkatiltak. Fyrra partin av degnum vóru nógvir almennir leiðarar eisini við. Samlaða luttakaratalið var 310 fólk. Evnið fyri álitisfólkafundin var talufrælsi á arbeiðsplássinum og tær avbjóðingar, hetta kann geva. Fyrrapartin hevði Rasmus Willig, sosiologur frá RUC, Roskilde Universitet, fyrilestur undir yvirskriftini Afvæbnet kritik. Seinnapartin hugleiddi Annemi Lund Larsen, sjúkrarøktarfrøðingur og granskari, um trupulleikarnar við at nýta talufrælsið í einum lítlum landi sum Føroyum. At enda hugleiddi Herluf Sørensen, organisatiónsráðgevi, um hvussu starvsfólk kunnu brynja seg frægast mentalt til tað arbeiðstrýst, sum mangan er á arbeiðsplássunum. Samanumtikið ein áhugaverdur dagur um nøkur álvarsmál á arbeiðsmarknaðinum. Triði hvør arbeiðir niðursetta tíð Umleið triði hvør limir í Starvsmannafelagnum, sum arbeiðir hjá landinum, arbeiðir niðursetta tíð. 31,5 %, ella 307 starvsfólk, arbeiða niðursetta tíð, vísir ein útgreining, sum felagið hevur gjørt av lønarhagtølum yvir limir, sum arbeiða á landsins stovnum. Av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, eru nógv flest kvinnur, nærum 90 %. Eisini tá fyrivarni verður tikið fyri, at 2/3 av samlaða limatalinum á økinum eru kvinnur, vísir uppgerðin, at kvinnurnar eru yvirumboðaðar, tá talan er um parttíðar setanir. Nærum 43 % av kvinnuligu limunum, sum arbeiða hjá landinum, eru í parttíðar starvi. Yvirlitið vísir eisini, at tað serliga eru tey í lægru lønarbólkunum, sum arbeiða niðursetta tíð. Í lønarbólki 1, har mánaðarlønin er millum 19 og 23.000 krónur, eru góð 60 %, sum arbeiða niðursetta tíð. Í lønarbólki 2 eru 45 %, í lønarbólki 3 er talið 35 % og í lønarbólki 4 eru tey 39 %. Við í uppgerðini vóru tilsamans 974 limir, sum starvast á arbeiðsplássum undir landinum. Vælferðin og tað almenna í framtíðini Nógvir áhugaverdir fyrilestrar og nógv upplýsandi kjak var á skránni, tá ið fakfelagssambandið fyri starvsfólk hjá statinum (landinum) í Norðurlondum helt sína árligu ráðstevnu í Siglufirði í Íslandi. Afturvendandi boðskapurin var, at stóran rembingar henda - samfelagsligar, fíggjarligar og tekniskar. Rembingar sum fara at geva fakfeløgunum stórar avbjóðingar í framtíðini. Við á ráðstevnuni vóru umboð fyri Starvsmannafelagið, sum er limur í NSO, og Jan Mortensen, sum umboð fyri almennu arbeiðsgevararnar í Føroyum. Vælferð undir trýsti Stefan Ólavsson, professari við Háskúla Islands, greiddi frá einum almennum arbeiðsmarknaði, sum stendur fyri stórum avbjóðingum. Hann segði frá gongdini í vesturheiminum, har globalisering, neoliberalisma og alheimsgerð, hava sett vælferðarsamfelagið undir trýst. Um hvussu marknaðarkreftirnar eru vorðnar sterkari, samstundis sum fakfeløgini eru viknað í fleiri londum, við tað at limir hava tikið seg úr feløgunum. Hann greiddi frá hvussu setanartrygdin hjá starvsfólkunum undir hesi skipan er viknað, tí nógv mugu liva við fyribilssetanum og niðursettari arbeiðstíð - ímóti sínum ynski. Hann vísti á, at hóast tað nógvastaðni er eitt fólksligt krav um skattalætta, sum hevur lagt trýst á almennu kassarnar, so er tað tó framhaldandi er ein stórur meiriluti, sum ynskir eitt vælferðarsamfelag. Eitt samfelag við alment fíggjaðum kjarnutænastum til dømis innan heilsu, skúla- og almannaøkið. Tænastur, sum kosta skattakrónur. Hann helt, at tað er ilt at spáa um framtíðina. Hann kundi tó staðfesta, at politiska skipanin stendur fyri eini stórari avbjóðing, og tosaði um eina eksistensiella politiska kreppu við politiskum rembingum, sum vit hava sæð í USA og aðrastaðni. Hann lat spurningin standa opnan, um vit fara at uppliva eitt systemskifti aftur. T.v.s. um vit fara at síggja, at pendulið fer at sveiggja hin vegin aftur: frá neoliberalismu, marknaðarstýring og globalisering til eina skipan, har staturin og tað almenna aftur vera í miðdeplinum. Tólmennini koma Robert Farestveit, búskaparfrøðingur frá íslendska LO, greiddi frá, at vit eru í eini tekniskari kollveltingartíð. Automatiseringin og tekniska menningin hendir so skjótt, at tað er ringt at ímynda sær framtíðina. Stefan Ólavsson, professari 65 prosent av teimum, sum fara í skúla í dag, fara at fáa eitt arbeiði, sum ikki finst í dag, segði búskaparfrøðingurin. Hetta fer at seta stór krøv til umstilling og evnini til at taka við nýggjum avbjóðingum á arbeiðsmarknaðinum. Automatiseringin er størri og kann ávirka fleiri størv, enn vit duga at ímynda okkum, segði Farestveit, sum róði framundir, at bara í Íslandi kunnu kanska hundrað túsund størv vera í vanda, sum hann kallaði tað. Umframt at seta krøv til fólk, so vera avbjóðingar sum til dømis: Hvat ger maðurin, sum koyrir teir nýggju taxabilarnar, sum eita Uber. Er hann løntakari ella sjálvstøðugt vinnurekandi. Og hvussu verður við skattainntøkunum, tá ið arbeiðsuppgávur vera automatiseraðar og størv hvørva? Planlegging og fyrireiking Tekniska menningin er eisini ein avbjóðingin fyri fakfeløgini, tí hóast fleiri møguleikar fara at stinga seg upp, so kunnu ávísir bólkar, lond og arbeiðssektorar blíva serliga hart raktir. Tí eru planlegging og fyrireiking afturvendandi lyklaorðini, tá Farestveit umrøður teknologisku avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum og skal geva fakfeløgunum góð ráð. Stjórnirnar og arbeiðsmarknaðurin mugu vera tilvitað um hóttanirnar, tí bara á tann hátt kunnu tey fyrireika seg og leggja ætlanir, ið møta stóru avbjóðingunum, sigur økonomurin. Sambært Farestveit eru og vera tað størv, sum eru merkt av rutinu, sum fyrst og fremst fara at standa fyri skotum. Tað kunnu vera størv í skrivstovuyrkinum, framleiðslu- ella í flutningsliðinum. Harafturímóti eru størv, sum krevja servitan, til dømis innan heilsuverkið, sum ikki verða so løtt at automatisera. Tørvur á nýhugsan Hvørja arbeiðsstrategi skulu vit so velja, spurdi búskaparfrøðingurin. Og har hevði hann einki endaligt svar. Uttan, at tað snýr seg um at fyrireika seg væl og leggja ætlanir. Nýggjar vinnur og fjøltáttað vinnulív kunnu vera ein vegur fram. Tað er tørvur á nýskapan, nýggjum beinum at standa á, helt Farestveit. Tað er eingin grund til at vera svartskygdur, men vit mugu vera á varðhaldi og fyrireika okkum til framtíðina, var ein boðskapur hjá íslendska búskaparfrøðinginum. Avbjóðingar og aftursvar Á ráðstevnuni í Siglufirði søgdu fakfelagsumboðini úr Danmark, Svøríki og Føroyum frá, hvussu tey meta avbjóðingarnar, og hvussu vit best kunnu møta teimum. Undir yvirskriftini Álop á okkara almennu stovnar segði Britta Lejon, forkvinna í fakfelagnum ST í Svøríki, frá teimum avbjóðingum, sum hon og starvsfelagar hennara síggja í havsbrúnni. Ójavni størsta vandamálið Lejon legði dent á, at fakfeløgini eru ivaleyst ein tann sterkasti samfelagsmátturin, tá ið umræður at fyribyrgja ójavna millum rík og fátæk. Eitt støðugt vandamál í einum samfelag, ið dúvar upp á globalisering og marknaðarbúskap, helt hon. Fakfelagsrørslan í Svøríki eigur heiðurin av, at Svøríki hevur havt ein av heimsins størstu reallønarhækkingum tey seinastu 20 árini, minti Lejon á. Harvið hava fakfeløgini - helst meira enn nakar annar í samfelagnum - verið við til smalka gjónna millum rík og fátæk. Tískil er tað umráðandi, at fakfeløgini framhaldandi vera við til at mynda samfelagsgongdina og megna at standa ímóti ódemokratiska rákinum, sum tekin hava verið um seinastu tíðina, helt hon. Mugu vera proaktiv Fyri starvsmannafelagið HK í Danmark greiddu tey bæði, Thomas Lynge Madsen og Kate Kegan, frá arbeiðinum hjá fakfelagnum at seta sítt fingramerki á gongdina við talgilding av samfelagnum. HK roynir at vera upp á forkant. Tey krevja, at politikararnir taka støðu til hvat, ið skal henda, tá ið arbeiðsgongdir verða niðurlagdar og nýggjar uppgávur koma í staðin. Harafturat hevur HK eisini sjálvt verið við til at vísa á nýggjar leiðir. Nýggjar arbeiðsfunktiónir, sum starvsfólkini kunnu førleikamenna seg til, tá ið gomlu uppgávurnar vera talgildar - og hvørva. Á hendan hátt hevur HK átikið sær ein proaktivan leiklut. Automatiseringin fer at henda, um vit vilja tað ella ikki. Tað nyttar einki at steðga henni. Men tað snýr seg at ávirka hana mest møguligt, søgdu tey, og endurgóvu í hesum sambandi fyrrverandi amerikanska forsetan, Abraham Lincoln (her í føroyskari umseting). Frægasti mátin at spáa um tína framtíð er at skapa hana. Játtan til førleikamenning Formaðurin í Starvsmannafelagnum, tók eisini talgilding fram, sum eina avbjóðing, sum liggur fyri framman. Undir yvirskiftini Talgilda kollveltingin í Føroyum - eisini eitt frambrot fyri tey alment settu?, lýsti Súni Selfoss verkætlanina Talgildu Føroyar, sum landsstýrið hevur kallað eina tekniska kollvelting. Súni Selfoss staðfesti, at støðan hjá Starvsmannafelagnum er, at tað ber ikki til at steðga digitalu kollveltingini, sum onkuntíð verður kallað tann 4. ídnaðarkollveltingin. Tað ber ikki til at steðga menningini. Tað snýr seg heldur um at royna at ávirka gongdina mest møguligt til fyrimuns fyri starvsfólkini, undirstrikaði hann. Myndugleikarnir mugu sum tað fyrsta útgreina hvørjar avleiðingar verkætlanin Talgildu Føroyar fær fyri starvsfólk og framtíðar uppgávur. Harafturat mugu fakfeløgini fáa greiðu á hvussu nógvir pengar verða settir av til førleikamenning. Hinvegin vísti Súni Selfoss á, at fakfeløgini sjálvi eisini mugu átaka sær ein virkan leiklut til tess at at ávirka gongdina til tað besta fyri limirnar. Hetta kunnu tey gera við at vera við til at menna nýggj størv, sum spretta í kjalarvørrinum av automatiseringini. Og her kunnu vit læra av royndum frá feløgunum í grannalondunum, helt hann. Sláið kalt vatn í blóðið Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum helt, at vit mugu sláa kalt vatn í blóðið. Hann legði dent á, at broytingarnar fara ikki at henda eftir einum degi. Verkætlanin Talgildu Føroyar er liður í eini langari menningarætlan, har broytingarnar henda so líðandi. Kvalifikatiónskrøvini til starvsfólk, helt hann, fara ikki at broytast stórvegis í hesum sambandi. Tí tað er longu stórt fokus á, at starvsfólkini hava teir neyðugu KT-førleikarnar, legði hann dent á. Jan Mortensen vísti eisini á, at altjóða kanningar hava staðfest, at tað er ikki automatiseringin, sum hevur elvt til tíðarskeið við stórum arbeiðsloysi. Tað hava harafturímóti fíggjarkreppurnar, tí við automatiseringini vera eisini skapt nýggj størv. Niðurlaðing av lokaupphæddini Árini frá 2018 til 2027 verða tó nýtt til eina niðurlaðing av upphæddunum, ið verða útgoldnar teimum, ið hava nátt pensjónsaldur. Niðurlaðingin er 10.000 krónur hvørt ár. Tá lokaupphæddin í 2028 er burtur, kemur grunnurin bert, á samhaldsføstum støði, at keypa ymsar tryggingar vegna limirnar. Fremsta virki hjá Samlagstryggingargrunninum er jú at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Nógv hugsa kanska ikki um tryggingar í gerandisdegnum, men vit mugu ásanna, at tær eru neyðugar, tí vit hava staðfest, at árini Samlagstryggingargrunnurin hevur verið til, er einki ár uttan skaða. Einki at ivast í, at besta gongdin hevði verið, um skaðar ikki komu fyri, men so er tíverri ikki. Vónin er tó, at tann hjálpin, ið grunnurin veitir, møguliga kann vera við at linna um hjá teimum, ið hava verið fyri sjúku ella deyða. Heldur ikki í fjør eru vit sloppin undan menniskjaligum missi. Tríggir limir doyðu og lat grunnurin aftrat hesum eisini seks útgjøld í sambandi við deyða hjá hjúnafelaga. Talið av staðfestum álvarsligum sjúkum var sekstan. Her er annars hend tann broyting, at útgjaldið er økt upp í 150.000 krónur tá sjúka, ið kemur undir tryggingina, er staðfest. Broytingar henda alla tíðina. Eisini innan tryggingarheimin. Útboðið av tryggingum broytist og økist í hvørjum, eins væl og tørvurin hjá tí einstaka broytist. Neyðugt er at fylgja við hvat hendir og keypa ta vøru, ið samsvarar ynski og tørvi hjá limunum. Sum er metir Samlagstryggingargrunnurin, at tær tryggingar, ið grunnurin keypir, eru á leið tað, sum limirnir ynskja sær, men alla tíðina verður tó arbeitt við at betra um, so at vit altíð fáa ta bestu - og um møguligt - ódýrastu vøruna. Samstundis verður alla tíðina kannaður møguleikin fyri at økja talið av tryggingum, ið koma undir avtaluna. Í høvuðsheitum keypir Samlagstryggingargrunnurin, sum er, vegna limirnar tríggjar tryggingar. Lívstrygging, ið er galdandi fyri lim og hjúnafelag/samlivara, trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða og trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúka hjá barni hjá tí tryggjaða. Aftrat hesum eru eisini møguleikar fyri gjaldsundantøku í samband við óarbeiðsføri við í tryggingaravtaluni. Fremstu deyðsorsøkirnar í okkara parti av heiminum eru sjúkur í hjarta og blóðrensli og krabbasjúkur. Alt fleiri okkara fáa staðfest onkrar av hesum sjúkum, og fyrr vit koma undir viðgerð, tess betri er møguleikin at verða grøddur. Men júst tí at talið av sjúkuraktum økist, er avgjørt neyðugt at hava eina vælvirkandi tryggingarskipan. Hóast hvør einstakur kann keypa sær sínar egnu tryggingar og seta tær saman, sum henni ella honum lystir, er eingin ivi um, at fyri nógv okkara er samlagstryggingin eisini ein sera týðandi partur av samlaða tryggingarhøpinum. Samlagstryggingargrunnurin hevur tí nógvar uppgávur og verður á komandi aðalfundi umrøða av hvørjar uppgávur grunnurin skal leggja dent á komandi árini og hvussu hesar skulu skipast. Valár og kjarnumál 2019 Tá ið vit velja, eru nógvar ymiskar grundir til, hví vit velja, sum vit gera. Hjá summum er tað kanska tjóðskaparspurningurin, ið er avgerandi. Hjá øðrum kanska vinnulívspolikkurin, persónliga frælsið, virðisspurningar, vælferðarsamfelagið, javnrættindi ella okkurt heilt annað. Hvussu vit skapa tað góða samfelagið, eru tað ógvuliga nógvar ymiskar meiningar um. Eisini í Starvsmannafelagnum, har orsøkirnar og raðfestingarnar avgera, hvar krossurin skal setast, eru líka fjølbroyttar sum hjá øðrum. Kortini hava teir 2000 limirnir í Starvsmannafelagnum ið hvussu so er eitt til felags. Vit eru øll løntakarar. Og sum løntakarar hava vit nøkur serlig felags áhugamál. Starvsmannafelagið er eitt partapolitiskt óheft fakfelag, men hevur skyldu at arbeiða fyri so góðum korum fyri limirnar sum til ber. Og tað skulu vit eisini gera mótvegis politisku skipanini. Aftur í ár fer Starvsmannafelagið tí at velja sær nøkur kjarnumál. Tað er nøkur mál, sum vit halda hava serliga stóran týdning fyri okkara limir og føroyska løntakaran. Mál, sum vit vilja varpa ljós á og helst fáa politiska undirtøku fyri í valskeiðnum 2019. Kjarnumálini eru viðgjørd av nevndini og álitisfólkunum í felagnum og eru sostatt væl kjølfest í baklandi felagsins. Mál, sum hava verið í uppskoti sum kjarnumál í 2019 eru, til dømis: Starvsfólk í niðursettari tíð og tíðaravmarkaðum størvum. Førleikamenning. Markið millum arbeiði og frítíð. Trípartasamstarv. Tiltakið varð roynt fyrstu ferð í 2015, tá ið felagið setti 12 løntakaramál á dagsskránna í valstríðnum til løgtingsvalið. Og alt bendir á, at tað hevur gjørt mun. Kjarnumálini sóust aftur í valskráum, samgonguskjalinum hjá nývaldu samgonguni og í politiska arbeiðinum á løgtingi. Longri barsilsfarloyvi, eftirløn oman á barsilsgjaldið og fremri raðfesting av Arbeiðseftirlitinum eru samtykt, og onnur mál, sum til dømis ein nútímansgerð av starvsmannalógini og eitt lógarfest bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, eru á veg. Alt samalt kjarnumál hjá Starvsmannafelagnum. Hervið er ikki sagt, at skeiðið við júst hesi samgonguni hevur verið nakar dansur á rósum fyri okkara limir og føroyska løntakaran. Tað var eitt vónbrot, tá ið uppskotið hjá uttantingkvinnuni Sonju Jógvansdóttur um eina mismunarlóg fall í løgtinginum, og Framsókn bakkaði út í 11. tíma. Eitt mál, sum tíbetur tykist at vera komið aftur á sporið nú við Samferðslumálaráðnum sum primus motori. Vónandi fer tað at lukkast hesaferð. Tá ið løgmaður á ólavsøku boðaði frá møguligum lógarinntrivum, sum fara at skerja verkfalsvápnið, vóru tað ófrættakendir tónar frá formanninum í flokkinum, sum søguliga hevur staðið fakfelagsrørsluni næst. Og tá ið løgtingið beint fyri jól gav landinum heimild at selja síni partabrøv í P/F Postverki Føroya, var tað eisini eitt vónbrot fyri Starvsmannafelagið, at øll í samgonguni løgdu seg púra skerfløt og ikki megnaðu at leggja nakrar veruligar treytir viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftunum. Hetta vísir, at sama hvør samgonga situr við valdið, so er tað ein stór og støðug avbjóðing hjá fakfelagsrørsluni at gera manngarð um løntakaran og løntakararættindi. Somuleiðis hevur tað týdning, at vit sum felag alla tíðina hava nøkur ítøkilig løntakaramál, sum vit minna politikararnar á, tá ið teir fara út at biðja um okkara atkvøður. Flokkarnir skulu vita, hvørji mál hava týdning fyri løntakararnar. Og sum felag vilja vit eisini hava at vita, hvat flokkarnir halda um hesi málini, so at vit sum veljarar kunnu fyrihalda okkum til tað. So kunnu veljararnir, sum eru limir í okkara felag, eisini hava hesar upplýsingarnar við í sínum metingum. Um teir halda, at tað hevur so stóran týdning, at tað skal ávirka teirra val. Við hesum fara vit at heita á allir limirnar og fólk annars um at nýta sín demokratiska rætt og fara á val. Løn undir sjúku, uppsagnartíð, royndartíð, rætturin at skipa seg í fakfelag. Hetta er bara nakað av tí, sum hon fevnir um. Starvsmannalógin, sum líka síðani 1958 hevur verið karmur um setanarviðurskiftini hjá túsundtals løntakarum í Føroyum. Løntakaraverja Í setanarviðurskiftum er alment viðurkent, at løntakarin er í eini veikari støðu enn arbeiðsgevarin, og hesum skal starvsmannalógin viga upp í móti. Hon er ein verjulóg til frama fyri ein bólk av løntakarum, sum gongur undir felagsheitinum starvsmenn. Tað ber ikki til at avtala, at starvsmannalógin ikki skal vera galdandi. Og tað ber heldur ikki til at avtala verri rættindi fyri løntakaran, enn lógin tryggjar. Tí hevur lógin onkuntíð verðið rópt lógarinnar Robin Hood hjá løntakarunum. Og tá ið danir í fjør góvu út eitt 80 ára minnisrit fyri starvsmannalógini, talaði tað fyri seg, at tað var eitt fakfelag, HK, systurfelagið hjá Starvsmannafelagnum, sum gav heiðursritið út. Hvør er starvsmaður? Starvsmaður merkir funktionerur, og fyrimyndin fyri føroysku starvsmannalógini er danska funktionerlógin - sum kom í gildi í Danmark í 1938. Orðið funktionerur kemur upprunaliga av einum fronskum orðið, sum merkir starvsfólk í undirskipaðum starvi, men tað er eingin fullfíggjað lýsing. Í roynd og veru er talan um løntakarar, sum hava eitt heilt ávíst slag av arbeiði, sum er nærri lýst í starvsmannalógini. Koma tey undir lógina, eru tey starvsmenn. Í lógini verða kvinnur í hesum størvum kallaðar kvinnuligir starvsmenn. Starvsmannalógin er galdandi fyri bæði privat og alment sett. Hon ger ikki mun á, um starvsfólk eru tímalønt ella ikki, um tey annars gera arbeiði, ið kemur undir lógina og er undir leiðslu arbeiðsgevarans. Starvsmenn eftir lógini eru fyrst og fremst tey, sum arbeiða í handli og á skrivstovu. Ella á vørugoymslu, sum kann javnmetast við handils- og skrivstovuarbeiði. Harnæst koma starvsfólk, sum veita kliniska ella tekniska hjálp. Tað kann vera ávikavist til dømis læknar og sjúkrasystrar og tekniskir assistentar og laborantar. Harafturat koma starvsfólk, sum hava til høvuðuppgávu at hava eftirlit við øðrum starvsfólkum. Eitt krav fyri at koma undir starvsmannalógina er, at innihaldið í starvinum fyri meginpartin er funktionerarbeiði, sum tað er lýst í lógini. Funktionerar eftir avtalu Til ber at avtala, at starvsmannalógin skal vera galdandi fyri starvsfólk, sum ikki koma undir lógina. Og tað verður dúgliga brúkt. Allir sáttmálarnir hjá Starvsmannafelagnum hava eina áseting, sum merkir, at tey, sum koma undir sáttmálan, samstundis eru fevnd av starvsmannalógini. Hetta merkir, at summi starvsfólk, sum ikki eru starvsmenn eftir lógini, kortini hava status sum starvsmenn. Undantikin eru tó sjófólk, sum ikki koma undir hetta, tí tey ganga undir serligar reglur. Síðani hon kom fyri 60 árum síðani, hevur starvsmannalógin eisini virkað sum fyrimynd hjá øðrum bólkum, sum ikki eru starvsmenn. Fleiri sáttmálar hava ásetingar um uppsagnartíð og rætt til løn undir sjúku, sum svara til starvsmannalógina. Ella vísa til ásetingar í lógini. Hetta merkir, at starvsmannalógin og tann siðvenja, sum er ment gjøgnum fleiri áratíggju við starvsmannarættindum, virkar saman við sáttmálunum. Starvsmannarætturin er á hendan hátt við til at greiða gøtuna og siga, hvussu reglurnar skulu tulkast. Og er við til at fylla út tómrúm í sáttmálum, soleiðis at tað ber til at siga, hvat er galdandi rættur í starvsfólkaviðurskiftum. Tørvur á dagføringum Í Føroyum hevur starvsmannalógin so at siga verið óbroytt síðani 1958, og tørvur er á, at hon verður nútímansgjørd. Ein dagføring av starvsmannalógini var millum kjarnumálini, sum Starvsmannafelagið kjósaði sær í 2015. Danska lógin er dagførd fleiri ferðir. Til dømis er tímakravið fyri at koma undir lógina lækkað. Ásett er, at uppsøgn av starvsmanni altíð skal vera saklig. Og at starvsfólk hava rætt til serligt endurgjald - aftur at uppsagnarlønini - tá ið tey verða søgd úr starvi eftir drúgva tænastu. Samgongan hevur í fylgiskjalinum til samgonguskjalið avtalað, at starvsmannalógin skal dagførast. Og Samferðslumálaráðið hevur ætlanir um at leggja uppskot til lógarbroytingar fyri løgtingið. Starvsmannalógin hevur verið ein týdningarmikil verjugarður um starvsfólkaviðurskifti og fyrimynd á arbeiðsmarknaðinum í góð 60 ár. Og alt bendir á, at hon eisini í nógv ár frameftir fer at hava ein avgerandi leiklut á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Bjargingin endaði í gerðarættinum Starvsmannafelagið reisti í 2018 eitt mál í Fasta Gerðarætti. Málið snýr seg um, hvussu manningin á Tjaldrinum skal samsýnast í sambandi við, at vaktarskipið í 2017 varð boðsent til Tvøroyrar at hjálpa til við at sløkkja eldin í virkinum hjá Varðanum Pelagic. Fríggjadagin 6. juni 2017 skuldi vaktarskifti vera á Tjaldrinum á middegi kl. 12. Manningin slapp tó ikki í land, tí skundboð vóru komin um at sigla á Tvøroyri at vera við til at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic. Arbeitt varð allan dagin og alla náttina, og ikki fyrr enn dagin eftir, 7. juni kl. 18, kundi vaktarskifti vera, og manningin slapp heim. Trætan er um, hvussu menninir skulu lønast fyri hesar 30 tímarnar, sum fóru út um vaktarskiftið og inn í frívaktina hjá manningini. Vørn og Fíggjarmálaráðið siga, at menninir skulu hava løn við serligum ískoyti fyri helvtina av tíðini, teir vóru umborð, tað er 15 tímar, tí tað svarar til vanliga býtið í arbeiðstíð umborð. Starvsmannafelagið heldur hinvegin, at sáttmálin tryggjar teimum løn við ískoyti fyri allar 30 tímarnar. Starvsmannafelagið kærdi Fíggjarmálaráðið fyri Fasta Gerðarrætt í fjør, og málið hevur verið til viðmerkingar hjá pørtunum. Úrskurðurin verður væntandi sagdur um ikki so langa tíð. Fakfelagssamstarvið felags nevndarfund Hósdagin 6. september høvdu umsitingarnar og nevndirnar í Fakfelagsstarvinum felags fund í Smæruni. Inga Hjallnafoss frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar legði fram uppskot til felags álitisfólkaskeið. Síðani varð kjak um, hvat feløgini kunnu vera saman um á hesum øki. Dánjal Højgaard úr Starvsmannafelagnum, hevði framløgu um óskipaða arbeiðsmarknaðin og sosiala dumping. Aftaná var bólkaarbeiði, har kjakast varð um, hvat fakfelagsrørslan kann gera, til dømis møguleikan at gera eina felags kanning og frágreiðing um støðuna. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, kunnaði um ALS. Hon umboðar fakfeløgini í stýrinum fyri arbeiðsloysisskipanina. Anna Johannesen, skrivari í Starvsmannafelagnum, kunnaði um virksemið hjá arbeiðsbólkinum við umboðum fyri arbeiðsmarknaðin, sum er settur at útvega lønarhagtøl. Eisini kunnaði hon um álitið, sum kom fyri nøkrum mánaðum síðani um vaksnamannaútbúgvingar og arbeiðsmarknaðardepil. Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, greiddi frá sjónarmiðum í granskingarverkætlan hjá Laust Kristian Høgedahl. Ein verkætlan, sum hevur verið umrødd á fundi í fakfelagssamtakinum hjá kommunalum starvsfólkum, NSO, har Starvsmannafelagið er umboðað. Sigmund Poulsen, advokatur, hugleiddi um ólavsøkurøðu løgmans, har boðað varð frá, at løgmaður hevur heitt á Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, um at umhugsa, hvussu lóggáva kann setast í verk um, hvussu skal farast fram í verkfalsstøðu, har lív ella stór samfelagsvirði eru í váða. Sigmund Poulsen ávaraði ímóti inntrivum, ið skerja verksfalsvápnið og trekka tenninar úr fakfeløgunum. Aftaná gjørdi Fakfelagssamstarvið eina almenna yvirlýsing við støði í hesum. Feløgini í Fakfelagssamstarvinum eru Lærarafelagið, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Norðurlendska avtaluskipanin Sosialráðgevar á varðhaldi Fongsul: Helst er tað ikki heilt við síðuna av, tá onkrir útlendskir miðlar gera ta niðurstøðu, at einki fongsul í heiminum hevur vakrari útsýni, enn tað í Mjørkadali. Og rætt er tað, at útsýnið er frítt og fangandi, men uppihaldið á gomlu natostøðini er tvingað fyri tey, sum ikki eru her í starvsørindum. Sosialráðgevararnir á staðnum spæla ein týðandi leiklut hjá teimum fongslaðu, sum antin eru dømd og hava fingið sína revsing, ella sita í fyribils varðhaldi og bíða eftir møguligum dómi. Tað fyrsta tú møtir, tá trinið verður á gátt í fyrrverandi natobygninginum í Mjørkadali við snotuligu flagtekjuni, eru nakrar rimar settar upp fyri einar trappur inni í gongini. Her liggur fongslið ella varðhaldið, sum tað vanliga verður rópt, og rimaðu trappurnar ganga niður undir til klivar ella kømur hjá teimum innsettu. Tað sær álvarsligt út, og er tað eisini í flestu førum. Øll handan rimarnar hava framt okkurt lógarbrot, ella eru undir illgruna fyri at hava brotið lógina. Annars sótu tey ikki heruppi við tí annars vakra útsýninum yvir Kaldbaksfjørð. Umframt tey innsettu í Mjørkadali eru 18 starvsfólk, sum hava sína dagligu gongd her. Eitt nú fangavørðar og sosialráðgevar. Tveir av teimum trimum sosialráðgevunum eru Birita Jaspursdóttir Joensen, sum er í fyribilsstarvi, og Eliesar Esmarsson Jacobsen, ið hevur starvast hjá Kriminalforsorgini seinastu 17 árini. Uppgávurnar hjá sosialráðgevunum á Kriminalforsorgini, ið er ein av teimum fáu stovnunum eftir í Føroyum, sum ikki er yvirtikin frá donskum myndugleikum, eru ymiskar. Ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum er at gera persónskanningar, har vit royna at finna fram til, um viðkomandi er egnaður til samfelagstænastu, tí tað er heilt greitt ein fyrimunur, ístaðin fyri at noyðast inn at sita. Hetta krevur fyrst og fremst, at tey sosialu viðurskiftini hjá viðkomandi eru skipaði og støðug og sjálvandi, at tann dømdi ikki er til vanda fyri nakran úti í samfelagnum, siga tey bæði Birita Jaspursdóttir Joensen og Eliesar Esmarsson Jacobsen. Aloftast er niðurstøðan, at viðkomandi er egnaður til at gera samfelagstænastu, men tað krevur, at persónurin er motiveraður til ein slíkan dóm. Í nógvum førum er eisini talan um viðgerðardómar, og hetta er eisini nakað, sum ber til at fáa staðfest í persónskanningini, hvørt viðkomandi vil fara í viðgerð ella ikki. Um viðkomandi fær ein treytaðan dóm - antin við treyt um samfelagstænastu ella ikki - er tað Kriminalforsorgin, sum hevur eftirlit við tí dømda. Størsti parturin av teimum treytaðu dómunum hava treyt um samfelagstænastu. Stórur partur av arbeiðinum hjá sosialráðgevunum er at hava eftirlit við teimum, ið hava treytaðan dóm. Samfelagstænasta gagnligasta revsingin Talið av persónskanningum er vaksið munandi síðani 2014, tá danski ríkisadvokaturin kravdi, at tað skuldu gerast fleri kanningar av hesum slagi. Hann metti tað vera gagnligari, at tey dømdu gjørdu samfelagstænastu ella fóru í viðgerð, ístaðin fyri at verða innistongd. Samfelagstænasta fer oftani fram á tann hátt, at viðkomandi hjálpir einum húsavørði á einum almennum arbeiðsplássi. Til dømis á einum ellis- og røktarheimi. Hetta eru øll nøgd við, tí arbeiðsgevarin fær nakað burturúr, og tann dømdi sleppur undan at sita sín dóm í varðhaldinum. Vit vilja fegin sleppa undan at síggja tey heruppi, tí tað er avgjørt best fyri allar partar. Ikki minst fyri tey sjálvi og familjur teirra, siga sosialráðgevararnir. Avtala er gjørd við umleið 20 almennar arbeiðsgevarar um at taka ímóti fólki, sum eru dømd at útinna samfelagstænastu. Talan kann eisini vera um ein samansettan dóm, har tann dømdi part av tíðini situr í varðhaldi, meðan restin verður útint sum samfelagstænasta. Við atliti at, at tann dømdi skal hava møguleika fyri at røkja sítt borgarliga starv og familju sína, verður samfelagstænastan í slíkum førum gjørd so lagalig sum gjørligt. Tað vil siga, at tú fært fýra mánaðir, ella so nógv tørvur er á, til at fáa frá hondini 40 tímar samfelagstænastu. Á tann hátt ber til at leggja soleiðis til rættis, at viðkomandi kann brúka vikuskifti, kvøld ella tíðina uttan fyri sína vanligu arbeiðstíð at útinna samfelagstænastuna. Røkja nógvar umsorganaruppgávur Sosialráðgevararnir møta nógvum ymiskum avbjóðingum í sínum starvi, og tað kann vera rættiliga óunniligt at hoyra, hvat fólk verða dømd fyri ella tað, sum kemur fram í samrøðum við tann dømda ella skuldsetta. Eitt tað fyrsta málið, ið eg fekk sum nýbyrjaður sosialráðgevi á Kriminalforsorgini, snúði seg um seksuelt misbrúk, har viðkomandi hevði gjørt seg inn á bæði børn og abbabørn. Tá eg hevði lisið innihaldið í málinum, sat spýggjan í hálsinum á mær. Tað var ræðuligt at hoyra. Tá so viðkomandi kom her, trúði eg valla mínum egnu eygum, tí at síggja til var talan um ein heilt vanligan mann, sum innast inni var ein stakkalur, ið sjálvur var misbrúktur sum barn, sigur Eliesar Esmarsson Jacobsen. Tað er týdningarmikið at skilja ímillum menniskjað og atburðin ella gerðirnar hjá viðkomandi. Júst hvat lógarbrotið snýr seg um, er ikki altíð so viðkomandi. Størst týdning hevur tað at møta persóninum, har hann er, og royna at skapa eina broyting. Um hetta skal bera til, er neyðugt fyrst at skapa eitt gott samband við viðkomandi. Uppgávurnar hjá sosialráðgevunum á Kriminalforsorgini fevna annars breitt. Onkuntíð skulu vit í rættin saman við tí ákærda, og vit hava eisini nógvar umsorganaruppgávur í tí dagliga. Eitt nú at hjálpa teimum avvarðandi, sum ikki vita síni livandi ráð í støðuni, tey eru komin í. Vit útvega teimum vitjanartíð og leggja oftani oyra til tað, sum tey hava upp á hjarta, so tey kunnu lessa av og sleppa av við tað, sum tey ganga og dragast við. Aðrar tíðir er tað ein innsettur, sum ynskir at tosa við okkum, ella ringja heim til mammuna ella konuna. Vit tosa oftani við avvarðandi fyri tey innsettu, men um tey sjálvi skulu ringja, er tað altíð í samráð við fangavørðar, tí reglur eru fyri, hvussu ofta og nær tey kunnu ringja. Týdningarmikið at fóta sær aftur Júst hetta við at loyva teimum at fáa samband við onnur, kann tíðum vera trupult. Serliga tá talan er um ein, sum situr í varðhaldi, tí tá má viðkomandi helst ikki hava samband við nakran útifrá. Í teimum førum er tað heldur ikki Kriminalforsorgin, men politiið sum varðar av viðkomandi og ger av, hvat letur seg gera og ikki. Eftir at hava sitið dómin av sær, kann tað fyri fleiri av hesum hava týdning, at tey verða stuðlaði í at finna fótafestið aftur. Hetta er serliga galdandi, tá talan er um royndarleyslating, har tey verða fylgd tætt í royndarleyslatingartíðini. - Serliga eru tað fólk, ið hava alkoholtrupulleikar ella annað slag av misbrúki, ið eru í vanda fyri at detta út í aftur. Okkara uppgáva er at stuðla teimum í at finna fótafestið aftur í samfelagnum, so vit ikki síggja tey aftur heruppi. Eitt nú við at stuðla ella motivera teimum í at fara í viðgerð, sum kann vera avgerandi fyri at koma á rættkjøl. Talan kann eisini vera um at fáa samband við aðrar stovnar, arbeiðsmarknað, familju og netverk annars. Nógv eru rættiliga einsamøll, tá tey koma útaftur. Vandin er tí stórur fyri at enda aftur í sama umhvørvi, har tey komu frá, og sum ivaleyst hevur verið størsta atvoldin til, at tey endaðu her, siga tey bæði, Birita Jaspursdóttir Joensen og Elisesar Esmarsson Jacobsen. Hóttanir koma javnan fyri Barnavernd: Tá talan er um børn, eru vit inni á nøkrum, sum fyri allar familjur er eitt sera eymt evni, tí neyvan nøkur foreldur vilja børnum sínum annað enn tað allar besta. Hetta sigur Jona Lamain, sosialráðgevi á Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu, sum hevur verið fyri fleri hóttanum, og einaferð hevur maður fingið dóm fyri hóttanir móti henni. Fyri ein sosialráðgeva innan barnaverndarøkið kunnu støður taka seg upp, har hóttanir verða havdar á lofti. Jona Lamain, sosialráðgevi á Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu, hevur meira enn einaferð verið úti í støðum, har hon hevur kent seg hótta. So mikið álvarsligt hevur tað einaferð verið, at ein persónur er dømdur fyri at hava hótt hana. Hetta er ikki dagligdagurin hjá okkum, men tað kemur fyri, at vit eru noydd at binda um heilan fingur og vera tvey, tá vit fara á vitjan onkustaðni, har Barnaverndartænastan er boðsend, tí okkurt er, sum tað ikki skal vera. Tað er tó langt ímillum, at slíkt hendir, og eg havi heldur ongantíð verið úti fyri beinleiðis álopi, sigur Jona Lamain. Nógvar orsøkir til mistrivnað Heilt yvirskipað snýr barnaverndarøkið seg um, at børn ikki mugu liva undir viðurskiftum, sum skaðar teirra heilsu og menning. Starvið sum sosialráðgevi innan økið ber í sær nógvar samrøður við bæði foreldur, børn og tannáringar, so hvørt barnaverndarmálini stinga seg upp. Uppgávan er at kanna viðurskiftini hjá hesum børnum og gera eina niðurstøðu, sum fer víðari til barnaverndarnevndina við einum tilmæli um, hvat eigur at verða gjørt. Uppgávan hjá sosialráðgevanum er síðani at kanna málið nærri og meta um, hvat møguliga skal til fyri at hjálpa barninum og familjuni annars. Orsøkirnar til mál av slíkum slagi kunnu vera ógvuliga ymiskar. Tað kann snúgva seg um misbrúk ella sálarsjúku hjá foreldrum ella barni, ella kreppu í familjuni, sum til dømis hjúnarskilnaður. Eisini kann talan vera um eitt samanspæl av fleiri orsøkum - orsøkir, ið elva til mistrivnað hjá barninum. Samstarv við foreldur avgerandi Hvat er tað fyrsta, tit gera, tá eitt barnaverndamál tekur seg upp? Vit royna at seta upp eina vernd við at inndraga tað nærmasta netverkið ella familjuna hjá barninum. Eitt nú ommur og abbar, um foreldrini loyva tí. Eitt væl virkandi samstarv við foreldrini er rættiliga avgerandi í slíkum málum. Har tað eru rúsevnatrupulleikar íblandaðir, stuðla vit foreldrum ella tí foreldrinum, sum kann hava slíkar trupulleikar, um at fara í viðgerð. Snýr málið seg um ein tannáring, royna vit millum annað at hjálpa barninum í at fáa sær eitt frítíðarítriv, um tað frammanundan ikki hevur tað. Uppliva tit foreldur, sum rætt og slætt ikki hava førleikar at vera foreldur, og um so er, hvat gera tit tá? Ja, tað kemur meira enn so fyri, at vit koma út fyri tí. Í slíkum førum hjálpir oftani lítið við nakrari ráðgeving. Er talan um vantandi menningarførleikar hava vit familjudepilin á Barnaheimimum, har familjan kann koma og vera undir uppsýni eina tíð, meðan pedagogiskar eygleiðingar verða gjørdar. Í uttasta konsekvensi kann vera neyðugt at taka barnið úr familjuni og seta tað í pleygu, ella tað fer á Barnaheimið í eina tíð. Hvussu taka børnini sjálvi hesar støður, um tey eru so mikið stór, at til ber at tosa við tey? Børn eru ógvuliga ymisk. Nógv eru rættiliga opin og vilja fegin tosa um støðuna. Tey eru von við at tosa við pedagogar og kanska lærarar, um tey eru í skúlaaldri. Onnur eru meira afturlatin. Tað er nakað av einum kynstri at tosa við børnini, tí torført kann vera at meta um, hvat teimum hevur verið fyri. Hava tey verið fyri misbrúki ella likamligum ella sálarligum ágangi, tekur ein sálarfrøðingur yvir og tosar við tey. Tá er tað ikki okkara borð at gera samrøðurnar. Jona Lamain sigur seg hava eitt sera spennandi og týðandi starv, tí hon veit, at tað kann gera mun, har hon og hennara starvsfelagar koma inn. Barnaverndarstovan í Havn hevur umleið 400 barnaverndarmál um árið. Tað vil siga, at teir 10 sosialráðgevararnir umsita og viðgera umleið 40 mál hvør. Jona Lamain er útbúgvin sosialráðgevi á Den Sociale Højskole í Keypmannahavn í 2004 og arbeiddi fyrsta árið við sjúkradagpengum í danska høvuðsstaðnum. Síðani starvaðist hon sjey ár á Hørsholm Jobcenter við endurútbúgving, vardum størvum og fyritíðarpensjón. Eftir hetta flutti hon til Føroya, har hon fyrsta hálva árið røkti eitt farloyvisstarv á Almannaverkinum sum partur av endurútbúgvingartoyminum. Seinastu sjey árini hevur Jona Lamain starvast í Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu. Umskúling nógv eftirspurd Almannaverkið: Tá óhappið er úti, ella okkurt hendir, sum ger ein persón óarbeiðsføran í tí starvinum, viðkomandi er settur at røkja, er umskúling ein góður møguleiki fyri at koma víðari í arbeiðslívinum. Leif Olsen er útbúgvin sosialráðgevi og virkar sum sosialfakligur leiðari á Almannaverkinum. Hann heldur umskúling vera eina upplagda loysn at hjálpa fólki, sum orsakað av onkrum breki ella trupulleika annars ikki hava møguleika fyri at halda fram í sama starvi. Øll kunnu vera óheppin at koma út fyri onkrum, sum ger, at ikki ber til at røkja starvið longur. Serliga tá talan er um eitt kropsliga krevjandi starv, ert tú oftani prísgivin, um okkurt hendir, sum gongur út yvir tíni evnir at røkja starvið. Tá ein timburmaður gerst lamin, ryggurin hjá einum smiði gongur fyri, ella kroppurin ikki megnar at halda fram í arbeiði, sum til dømis á flakavirki ella í røktini, ja, so er lítið annað at gera enn hyggja sær eftir onkrum øðrum. Onnur viðurskifti kunnu eisini vera forðandi fyri at kunna forsyrgja sær. Eitt nú, um ein hevur livað undir vánaligum sosialum viðurskiftum ella viðurskiftum, ið hava givið sálarligan løst. Fyri hesi fólk er umskúling ein góður møguleiki at koma víðari í arbeiðslívinum. Leif Olsen, sum er fulltrúi og sosialfakligur leiðari á Almannaverkinum, heldur, at umskúling oftani er rætta loysnin fyri tey, sum ikki hava nakran møguleika fyri at halda fram í júst sama starvi, men framvegis hava nógv góð ár eftir á arbeiðsmarknaðinum. Henda loysnin er væl egnað til tey, sum eru í góðum aldri. Fyri onnur, sum nærkast endanum av arbeiðslívinum, er tað oftani fyritíðarpensjón, ið kemur upp á tal. Tá er í stóran mun talan um ófaklærd, sum hava havt kropsliga krevjandi arbeiði og eru niðurslitin. Í øðrum førum er talan um sjúku, eitt nú krabbamein, parkinson, blóðpropp og so framvegis, ið hava havt álvarslig og varandi mein við sær. Í slíkum førum kann fyritíðarpensjón vera einasta loysnin, sigur Leif Olsen, sosialráðgevi og sosialfakligur leiðari á Almannaverkinum. Ein annar bólkur eru tey ungu, sum eru rakt av sálarsjúku ella hava menningartarn. Tey hava kanska ongantíð havt eitt veruligt arbeiði, og tá tey eru eini 30-35 ár er eingin persónlig orka eftir. Í slíkum førum skulu vit hava gjørt alt fyri at fáa viðkomandi út á arbeiðsmarknaðin. Møguliga í einum tillagaðum starvi. Okkara uppgáva er at hjálpa fólki at koma á arbeiðsmarknaðin og fáa tey at verða verandi har, sigur Leif Olsen. Hjálp til óhjálpin Sum sosialfakligur leiðari á Almannaverkinum snýr starvið hjá Leif Olsen seg í stóran mun um at vera við til at taka avgerðir um eitt nú arbeiðsbúning og fyritíðarpensjón. Hann hevur ikki beinleiðis samband við viðskiftafólk, men samskiftir nógv við teir sosialráðgevararnar á Almannaverkinum, sum sita við ítøkiligu málunum. Eg eri generalistur, og tað dámar mær serstakliga væl, tí tá kemur tú rundan um alt, sum rørir seg á hesum økinum. Eitt av yvirskipaðu málunum hjá tí almenna er at hjálpa teimum, sum ikki klára seg. Um lógirnar eru ov sermerktar og gerast ein forðing fyri at hjálpa, sum tær í veruleikanum eru ætlaðar til, ja, so er tað millum annað okkara uppgáva at vísa á, at tørvur er á broytingum, sigur Leif Olsen. Hann vísir á, at tað er umráðandi at gera eina heildarmeting av einum máli og fáa tað loyst tann vegin. Tað eru oftani bæði sosialir, sálarfrøðisligir og samfelagsligir vinklar í nógvum málum, og tí mást tú vita, hvat tað heila snýr seg um og brúka tína egnu sosialfakligu vitan at fáa loyst málini. Vit sita nógv saman og meta um tey ymsu málini, og koma á tann hátt til eina niðurstøðu, sum einstaka avgerðin byggir á, sigur Leif Olsen. Tá avgerð er tikin í einum máli, er møguleiki at kæra til Kærunevndina ella Løgtingsins Umboðsmann, um viðskiftafólkið er ónøgt við avgerðina hjá Almannaverkinum. Hesin kærumøguleikin hevur stóran týdning fyri tann, sum avgerðin viðvíkur. Eisini hevur tað týdning fyri okkum at fáa avgerðir okkara royndar inn ímillum í málum, sum møguliga skulu skiljast øðrvísi, enn vit hava gjørt. Í øðrum lagi at fáa staðfest, at avgerð okkara var tann rætta, sigur Leif Olsen. Stívliga 30 sosialráðgevar starvast á Almannaverkinum. Fakbólkur í stórum vøkstri Felagið: Tá sosialráðgevarar í 1976 stovnaðu egið felag, vóru teir seks í tali. Nú telja limirnir í Sosialráðgevarafelag Føroya, ið er skipað sum eitt áhugafelag undir Starvsmannafelagnum, heilar 66 limir. Ein sosialráðgevi skal fyrst og fremst duga at fáa samband við fólk, ið hava tørv á hjálp, so hesi kenna seg hoyrd og vird. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at útbúgvingin sum sosialráðgevi er ógvuliga væl umtókt millum bæði føroyingar og danir. Nógv søkja inn á útbúgvingina, og fakbólkurin er seinnu árini vaksin í stórum. Tá føroyska Sosialráðgevarafelagið var stovnað á sumri 1976 vóru seks limir í felagnum, og nú sløk 43 ár eftir, er limatalið vaksið við heili 1.100 prosentum upp í 66 limir. Fyrsta forkvinnan í felagnum var Marjun Sigurðsdóttir (sála), og í dag er tað Jacoba Juulsdóttir Jacobsen, sum stendur á odda fyri føroysku sosialráðgevunum. Útbúgvingin til sosialráðgeva er ógvuliga væl umtókt, bæði her hjá okkum og í hinum norðurlondunum. Orsøkin kann vera, at útbúgvingin er breitt førleikagevandi í mun til fleiri ymisk arbeiðsøkir, eitt nú innan almannaverk, barnavernd, sjúkrahús, hjálparfelagsskapir, kriminalforsorg, viðgerðarstovnar og annað. Vit fáa innlit í nógv øki, sum til dømis sálarfrøði, sosiologi, fyrisiting og løgfrøði, sigur Jacoba Juulsdóttir Jacobsen, forkvinna í Sosialráðgevarafelag Føroya, ið er skipað sum eitt áhugafelag undir Starvsmannafelagnum. Forkvinnan hevur sítt dagliga starv á Almannaverkinum, har umleið helmingurin av føroysku sosialráðgevunum starvast. Lutfalsliga nýtt yrki Av tí at sosialráðgevarayrkið er lutfalsliga nýtt í Føroyum, hevur tað tikið sína tíð at finna rætta plássið á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú í mun til pedagogar, sjúkrasystrar og líknandi yrkisgreinar. Sum sosialráðgevar hava vit oftani samskipanarleiklutin mótvegis teimum, sum skulu fóta sær á arbeiðsmarknaðinum ella hava aðrar avbjóðingar at dragast við. Vit stuðla og eggja teimum til at skipa sær dagin, avgreiða ymisk praktisk viðurskifti, samskifta við myndugleikar, har tørvur er á tí og so framvegis. Ikki tí, at vit taka ábyrgdina frá teimum, men harafturímóti stuðla teimum í at megna avbjóðingarnar, sum tey renna seg í, sigur Jacoba Jacobsen. Sosialráðgevin er samskipari í samstarvinum millum tann einstaka borgaran og eitt nú viðgerðarstovnar og aðrar myndugleikar. Uppgávan hjá sosialráðgevanum er at skapa tætt samband við tann einstaka borgaran og harvið fáa eina heildarmynd av menniskjanum og samlaðu støðuni hjá viðkomandi, sigur forkvinnan í Føroya Sosialráðgevarafelag. Tá inntøkugrundarlagið rýkur Um ein borgari verður raktur av álvarsligari sjúku, kann hesin missa bæði inntøkugrundarlag og tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Eisini kann viðkomandi missa part av foreldraførleikanum og harvið ávirkar hetta sambandið við bæði børn, familju og annað sosialt netverk. Uppgávan hjá sosialráðgevanum er í slíkum førum - saman við borgaranum - at skapa sær eina sosialfakliga heildarmynd. Við støði í hesum mugu neyðug tiltøk setast í verk, sum taka hædd fyri avbjóðingum, sum borgarin og møgulig familja hava í hesari støðu. Við sínum fakligu førleikum stuðlar sosialráðgevin borgaranum útaftur í eitt virkið og virðiligt lív, sigur forkvinnan í Sosialráðgevarafelag Føroya. Jacoba Juulsdóttir Jacobsen arbeiðir sjálv við arbeiðsfremjandi tiltøkum, ið er ætlað teimum, sum eru skerd likamliga, sálarliga ella sosialt, og tí hava tørv á stuðli til at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Kjarnumál, varskógvaralóg og vaksnamannaútbúgving Ein dagur er settur av til álitisfólkafundir hvørja ferð, og síðani Starvsmannafelagið keypti Smæruna fyri nøkrum árum síðani, hava álitisfólkafundirnir verið í Smæruhøllini. Fundurin í mai Fyrri álitisfólkafundurin var týsdagin 29. mai. Høvuðsmálið hesaferð vóru kjarnumál felagsins fyri valárið 2019. Nevndin hevði um hetta mundið gjørt fyrsta uppskotið til nýggj mál, sum vit skulu varpa ljós á í valárinum. Í Smæruni sótu álitisfólkini í bólkum og tóku støðu til uppskotini og komu sjálvi við sínum uppskotum til kjarnumál. Við hesum eru kjarnumálini 2019 kjølfest í baklandi felagsins á sama hátt, sum gjørt varð, tá ið tey vórðu gjørd fyrru ferð í valárinum 2015. Millum onnur evni, sum vóru frammi á fundinum, var uppskotið hjá samgonguni til varskógvaralóg. Jóanna Djurhuus, fulltrúi í landsstýrinum, greiddi frá uppskotinum, sum varð lagt fyri løgtingið í fjør. Ein skipan, har starvsfólk dulnevnd kunnu boða frá illgruna um óreglusemi í landsins fyrisiting. Til endans greiddi Anna Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum, frá nýggjum vegleiðingum og upplýsandi tilfari annars, sum Arbeiðseftirlitið hevur gjørt um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Fundurin í november Hósdagin 29. november var aftur nærum fullsett í Smæruni. Hesa ferð var einki bólkaarbeiði, men harafturímóti vóru fleiri áhugaverdar framløgur á skránni. Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, legði fram um íløgupolitikkin hjá tryggingarfelagnum, sum Starvsmannafelagið eigur í. Eisini greiddi hann frá leiklutinum, sum LÍV hevur at byggja nýggjar bústaðir. Dánjal Højgaard, løgfrøðingur í felagnum, greiddi frá starvsmannalógini, sum í 60 ár hevur tænt limunum í Starvsmannafelagnum og fleiri túsund øðrum starvsfólkum á føroyska arbeiðsmarknaðinum (les meira um hetta í grein aðrastaðni í blaðnum). Anna Johannesen, skrivari í Starvsmannafelagnum, og John Dalsgarð, samskipari á Yrkisdeplinum, greiddu frá álitinum, sum fyri nøkrum mánaðum síðani varð kunngjørt um vaksnamannaútbúgvingar (meira um hetta aðrastaðni í blaðnum). Til endans var tað Niclas Heri Jákupsson, fyrilestrarhaldari frá fyritøkuni Fegin, sum hevði framløgu um virðiligt samskifti. Forboð fyri diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum Vit hava javnstøðulógina, sum bannar mismuni millum kvinnur og menn. Nú er ætlani, at fáa eina lóg, sum meira alment bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum, eins og vanligt er í øðrum londum. Eitt lógaruppskot frá Samferðslumálaráðnum um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum hevur verið úti til hoyringar og er á veg í løgtingið. Endamálið við lógaruppskotinum er at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligan ella fólkaeyðkenniligan uppruna. Í øllum arbeiðsviðurskiftum Tað verður forboðið at gera mismun í øllum arbeiðsviðurskiftum, líka frá starvssetan til uppsøgn. Eisini setir lógin forboð fyri happing á arbeiðsplássunum. Líknandi lóggáva er í grannalondunum, ES og vesturheiminum sum heild. Men í Føroyum hava vit onga lóg, ið sum heild tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, og sum verjir fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Kærur um, at mismunur er gjørdur í stríð við lógina, skulu viðgerast av eini serligari klagunevnd, sum verður sett á stovn til endamálið. Og verður lógin brotin, kunnu tey, sum hava verið fyri órætti, fáa viðurlag ella endurgjald fyri brotið. Tillagingarskylda Verður lógin samtykt, kann hon fáa stóran týdning fyri møguleikarnar hjá fólki við breki at koma út á arbeiðsmarknaðin og at varðveita arbeiði. Sum nakað nýtt áleggur lógin nevniliga arbeiðsgevarunum eina sokallaða tillagingarskyldu, sum er galdandi í hinum Norðurlondunum. Tað merkir, at arbeiðsgevarar skulu taka forðingar burtur, so at fólk við breki, ið annars eru skikkað, kunnu lyfta arbeiðsuppgávurnar. Verður tillagingin ikki uppfylt, kann tað til dømis merkja, at uppsøgn er ólóglig. Tillagingarskyldan skal tó vera innan fyri rímiligt mark, og tað er ein ítøkilig meting, hvussu nógv kann krevjast av arbeiðsplássinum. Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 1. januar 2020. Skulu fáa somu verju sum aðrastaðni Eg haldi, at hetta lógaruppskotið fer at geva arbeiðstakarum eina ítøkiliga verju, sum bæði verður galdandi fyri persónar, ið hoyra til minnilutabólkar í samfelagnum, og eisini meira yvirskipað í mun til til dømis aldur og kyn, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Tað eigur altíð at vera fakliga dygdin hjá starvsfólkinum, ið er avgerandi fyri starvsviðurskiftini hjá viðkomandi, og tey persónligu eyðkennini, sum eru nevnd í lógini, skulu ongantíð vera orsøk til, at viðkomandi fær verri viðferð enn onnur í somu støðu. Eisini vænti eg, at tillagingarskyldan hjá arbeiðsgevarum fer at gera góðan mun hjá arbeiðstakarum, ið hava brek, tí hon gevur bæði verju og rættindi. Samferðslumálaráðið varðar av arbeiðsmarknaðarmálum og vil, at okkara arbeiðsmarknaður skal vera minst líka góður sum í hinum Norðurlondunum. Hetta lógaruppskotið er gjørt í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og er dømi um, hvussu trípartasamstarv kann gerast. Eg haldi, at tað er gleðiligt, at hetta lógaruppskotið nú verður klárt at leggja fyri tingið, og vóni, at tað fer at fáa góða viðferð, sigur Heðin Mortensen. Eitt stórt framstig Tað er í tøkum tíma, at løntakararnir í Føroyum sum teir seinastu í Norðurlondum fáa somu almennu lógarfestu verju móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevur verið eitt ynski hjá fakfeløgum í nógv ár, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Fyrimyndin fyri lógini er danska forskelsbehandlingloven, sum veruliga hevur víst seg at geva útsettum starvsfólki ítøkiliga verju, til dømis móti diskriminering vegna aldur og ikki minst vegna brek í uppsagnarmálum. Tað er gleðiligt, at útlit eru til, at starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum loksins fáa somu rættindi sum í grannalondunum. Starvsmannafelagið kundi sjálvandi ynskt sær, at arbeiðsmarknaðurin fekk betri stundir at viðgera uppskotið. Felagið heldur tó ikki, at hetta er nøkur haldgóð grund fyri, at samgongan ikki kann leggja uppskotið fram, nú valskeiðið lækkar móti endanum. Tað eru tvey ár síðani, at eitt tílíkt uppskot varð sett fram fyrstu ferð, og í hesum tíðarskeiði hava nógvar viðmerkingar verið gjørdar. Samferðslumálaráðið hevur tikið hond um fleiri av ivamálunum, og uppskotið liggur nú eisini heilt tætt upp at lógin, sum gevur eina ávísa trygd í sjálvum sær, sigur formaðurin. Broytingar kunnu framvegis gerast, men tað átti ikki at verið nøkur stór forðing fyri, at uppskotið verður samtykt hesaferð. Hesaferð vóni eg, at politikararnir kunnu semjast og vilja geva okkara løntakarum somu rættindi, sum tey hava aðrastaðni, sigur Súni Selfoss. Tryggingarfelagið LÍV í 2018 2018 hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá LÍV. Tað hava verið positivir vindar, og tað hava verið avbjóðingar. Soleiðis vil tað helst altíð vera. Vit kunnu fegnast um, at P/F Tryggingarfelagið LÍV aftur í 2018 kann lækka umsitingarkostnaðin - bæði fyri samlagstryggingarnar og fyri eftirlønaruppsparingar (sum eru umlagdar til marknaðarrentu). Samandráttur av nøkrum viðurskiftum í 2018. Inngjøldini. Samlaðu inngjøldini hava ongantíð verið hægri enn tað sama. Framgongd er at síggja bæði á eftirlønar- og tryggingarinngjøldunum. Góða gongdin á inngjaldssíðuni hevur gjørt, at fleiri herðar eru til at bera kostnaðin at reka felagið. Tí hevur nevndin í P/F Tryggingarfelagnum LÍV samtykt at lækka kostnaðin, einstaki kundin skal gjalda til rakstur. Hesar høvuðsbroytingar eru gjørdar fyri 2018: Samlagstrygging: Kostnaðurin hjá kundanum verður lækkaður úr 6% av bruttoinngjaldinum til 5%. Í 2017 lækkaði hesin kostnaður úr 8% til 6%. Talan er um teir kundabólkar, sum hava rætt til bonus. Eftirløn: Kostnaðurin fyri kundar við marknaðarrentu lækkar soleiðis: LívPensjón samansparingin lækkar úr 5,5% av árliga inngjaldinum + 300 krónur árligt niður á 5% av árliga inngjaldinum + 300 krónur Hetta er galdandi fyri 2018 og er somuleiðis fyribils kostnað­ urin fyri 2019. Í 2017 lækkaði hesin kostnaður úr 6% + krónur 300 til 5,5% + krónur 300. Fyri teir kundar, sum liggja í marknaðarrentu, men enn ikki hava lagt um til LívPensjón, lækkar kostnaðurin úr 10,1% til 9,2% av inngjaldinum. Hesi kunnu leggja um til LívPensjón. Í 2017 lækkaði hesin kostnaður úr 11% niður á 10,1% av inngjaldinum. Omanfyri nevndu broytingar merkja, at viðskiftafólkini fáa eitt bonus (afturbering) uppá íalt umleið 1,8 milliónirkrónur Gongdin á fíggjarmarknaðinum: 2018 hevur verið avbjóðandi - serliga fyri partabrøvini. Renturnar liggja framhaldandi á einum lágum støði. Partabrævamarknaðurin er fallin við millum 5 og 10%, meðan vanligu lánsbrøvini (realkredit- og statslánsbrøv) hava havt eitt positivt avkast. Sum støðan sær út beint nú, so kann væntast, at avkastið hjá kundunum í P/F Tryggingarfelagnum LÍV kemur at liggja millum +1% og -1%. Hetta er tengt at, hvørjum íløgubólki uppsparingin liggur í. Sum kunnugt hevur Tryggingareftirlitið gjørt eina kanning um íløgur og avkast, har avkastið hjá millum annað LÍV verður samanborið við aðrar veitarar. Í tíðarskeiðinum, samanberingin er gjørd (frá 2012 til 2016), hevur tað lønt seg at hava høgan váða. LÍV hevur ein varnan íløguváða. Tað hevur við sær, at avkastið ikki er eins høgt, tá ið váðafullar íløgur standa seg væl. Hinvegin er avkastið betri, tá ið váðafullar íløgur standa seg minni væl. Tað er støðan higartil í 2018. Tað var eisini støðan undir fíggjarkreppuni, sum herjaði frá 2008 til 2011. Í frágreiðingini frá Tryggingareftirlitinum verður áherðsla løgd á, at nevndu avkast ikki eru tað sama, sum kundarnir fáa tilskrivað sína uppsparing. Ein partur av samlaða avkastinum fer millum annað til eginognina hjá felagnum og til partaeigararnar hjá felagnum. LÍV eftirmetir íløguætlan felagsins leypandi við atliti til møguligar dagføringar í mun til váða og væntað avkast. Íløgur í Føroyum: Eitt tema í farna ári hevur verið, um og í hvussu stóran mun føroyska eftirlønaruppsparingin skal arbeiða í føroyska samfelagnum. Í partaeigarasáttmálanum millum eigararnar av LÍV-samtakinum er hendan áseting: At umsiting og peningurin í størst møguligan mun virkar í Føroyum, tá hetta kann lata seg gera uttan at ganga út yvir tryggleika og avkast hjá tryggingartakaranum. P/F Tryggingarfelagið LÍV hevur í dag gjørt íløgur í Føroyum fyri umleið 215 milliónir krónur Hetta svarar til umleið 9% av samlaðu uppsparingini. Talan er um íløgur, sum geva eitt gott avkast í mun til váðan og aðrar tilsvarandi íløgur (sum til dømis donsk stats- og realkreditlánsbrøv). Í sambandi við kjakið um íløgur í føroyska bústaðarmarknaðin, so hevur LÍV-samtakið veitt Bústøðum lán uppá 83 milliónir krónur, soleiðis at Bústaðir fáa møguleika at gjøgnumføra sínar ætlanir. LÍV-samtakið kannar, hvørjir møguleikar eru á bústaðarmarknaðinum. Váðabonus: Teir kundar, sum hava teknað óarbeiðsføristryggingar (og gjaldsundantøku), sum part av marknaðaruppsparing, hava havt eina lutfalsliga lága skaðagongd. Hetta hevur gjørt, at felagið kann geva eitt bonus uppá 40% av váðisgjaldinum fyri hesar tryggingar. Váðisgjaldið verður tí lækkað við 40%, og verður hetta lagt aftur at uppsparingini hjá teimum kundum, sum hava hesar tryggingar. Bonusið svarar til umleið 4 milliónirkrónur, sum hesir kundar fáa afturborið sum bonus fyri 2018. Váðisgjaldið verður eisini lækkað tilsvarandi fyri 2019 sum eitt fyribils gjald. Pensjónsnýskipanin: Sum kunnugt vórðu broytingar í millum annað eftirlønarlógini settar í verk frá 1. januar 2019. Ein av broytingunum er, at allar a-inntøkur (eisini hjá teimum undir 21 ár) skulu gjalda tvingaða eftirlønargjaldið, sum fyri 2019 er 5%. LÍV-samtakið hevur í sambandi við smá inngjøld tillagað umsitingarkostnaðin soleiðis, at um samlaða uppsparingin hjá einstaka viðskiftafólkinum er undir krónur 5.000, so verður onki umsitingargjald drigið av sjálvum inngjaldinum (ein marginalur verður drigin frá avkastinum). Hetta tryggjar, at inngjøldini frá hesum inngjøldum ikki lækka. Hetta er ein sera kappingarfør loysn í mun til hini eftirlønarfeløgini. Víst verður annars til heimasíðu felagsins, har sæst, hvussu tey ungu kunnu boða arbeiðsgevaranum frá, at eftirlønargjaldið skal flytast til LÍV. Felagið vitjaði arbeiðspláss Sambandið við limirnar hevur heilt avgerandi týdning fyri eitt fakfelag. Tí hevur tað verið fastur táttur hjá Starvsmannafelagnum, at skrivstovufólkini og nevndin fara út á arbeiðspláss kring landið at vitja limirnar. Endamálið við hesum vitjanum er at lurta og ráðgeva, at fáa innlit í arbeiðið hjá limunum og fáa sett orð á avbjóðingar, sum limirnir møta í gerandisdegnum, og sum felagið kann vera við til at loysa. Í fjør gjørdi felagið tvær ferðir. Í Suðuroy. 7. juni vitjaðu vit arbeiðspláss í Suðuroynni. Vit hittu manningina á Smyrli og starvsfólkini á skrivstovuni hjá Strandferðsluni á Tvøroyri. Vit vitjaðu á Taks, Tvøroyrar Kommunu, Posta, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Føroya Tele á Tvøroyri, Vágs kommunu, Pálshøll og Marghøllina í Vági, og so vóru vit eisini í Porkeris kommunu. Í Sandoy, Vágum og Vestmanna Seinna vitjanin var 11. september, tá ið farið varð í tveimum bólkum. Annar bólkurin fór í Sandoynna, og hin var í Vágum og Vestmanna. Í Sandoynni varð vitjað hjá Sandoyar Skúlasambandi, Sands bókasavni, Skálavíkar kommunu, Posta og á Rúsdrekkasølu Landsins. Eisini hitti felagið manningina á strandfaraskipinum Teistanum. Í Vágum gekk leiðin til Vága kommunu í Sandavági. Vit hittu starvsfólk, sum arbeiða hjá kommununi og í Heimatænastuni. Síðani vitjaðu vit Sørvágs kommunu og deildina hjá Posta á flogvøllinum, har tey júst fingu eina last av posti. Úr Vágum gekk leiðin til Vestmanna. Vit vitjaðu ungdómshúsið Staðið, har vit hittu starvsfólk hjá kommununi, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Innlit í trupulleikar Á ferðini fekk felagið innlit í avbjóðingar av ymiskum slagi, sum til dømis starvsfólk, sum mangla setanarskriv ella hava setanarskriv, sum eru í ósamsvari við reglurnar. Tosað varð um samstarvstrupulleikar og um avbjóðingar, sum hava verið í sambandi við bygnaðarbroytingar á arbeiðsplássinum. Felagið fekk eisini innlit í trupulleikar, sum kunnu vera av vaktarskipanum, og vit fingu innlit í viðurskifti viðvíkjandi trygd og heilsu. Eftir vitjanirnar fylgir felagið málunum upp. Í summum førum hevur verið neyðugt at seta seg í samband við arbeiðsgevara og sáttmálapart. Í øðrum føri er málið farið til eftirlitsmyndugleika, ið varðar av trygd og heilsu. Samanumtikið eru hesar vitjanirnar virðismiklar fyri felagið, tí vit fáa innlit í viðurskifti, sum vit annars ikki høvdu fingið nakað at vita um. Eisini fáa vit høvi at møta starvsfólkum, sum ikki eru limir í felagnum, og kunnu greiða teimum frá fyrimununum við at vera skipað í fakfelag. Á ferðunum í fjør eydnaðist sostatt eisini at útvega nýggjar limir. Sáttmálasamráðingar við almennu partafeløgini Samráðingarnar byrjaðu fyrst í november mánaði, og skjótt sást, at áhugamálini vóru ógvuliga ymisk, og at langt var millum partarnar. Løgfrøðiliga eru almennu partafeløgini ella fyritøkurnar partur av privata arbeiðsmarknaðinum. Landið eigur fyritøkurnar, men løgtingið samtykti í vetur, at farast kann undir eina tilgongd at selja almennu partabrøvini í Posta. Samráðingarnar hesaferð vístu til fulnar, at sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum í handils- og skrivstovuyrkinum eru vorðnir ein rættiliga stór avbjóðing fyri lønarliga menning í almennu partafeløgunum. Ferð eftir ferð síggja og hoyra vit um krøv, sum høvdu merkt eina lønarlækking. Grundgevingin er, at tað skal vera ov kostnaðarmikið hjá fyritøkunum at reka tænastur, s.s. telebúðir, post- og farmaflutning og at reka skrivstovuhald. Vit møta arbeiðsgevarum, sum týðiliga hava latið seg inspirerað av bíligari sáttmálum, sum teir kundu hugsað sær á okkara øki eisini. Oftari og oftari hoyra vit viðmerkingar við samráðingarborðið um, at tey eru bara hetta ella bara hatta. Ongantíð hoyri eg tó nakran á arbeiðsgevarasíðuni nevna kostnaðin av toppinum av kransakøkuni. Hvat hon er verd, og hvussu hon skal lønast. Hetta hevur fingið meg at ivast í, hvat virði virkisleiðslurnar síggja í teimum lægstløntu starvsfólkunum í fyritøkunum. Tað er av alstórum týdningi, at fakfeløgini, sum varða av fakøkjum tvørtur um almennar og privatar arbeiðsgevarar, taka upp mennandi samstarv við tí endamáli at forða fyri, at vit verða sett hvør upp ímóti øðrum, tá ið tað ræður um lønar, starvsfólka og sáttmálaviðurskiftir. Rákið, sum í dag er, sannførir meg um týdningin av, at starvsfólkini hava eitt sterkt fakfelag aftan fyri seg, sum ikki góðtekur slík órímilig krøv. Føroya Tele Sáttmálin fyri starvsfólkini á Føroya Tele er ein 2 ára sáttmáli, sum hevur ein karm, ið er 3,26% tað fyrra árið og 2,56% tað seinna. Eftir at nakað er brúkt av karminum til broytingar í endastigunum í bólki B og bólki C og til eftirløn av ískoytum, er lønarhækkingin pr. 1. januar 2019 1,80% og 1. januar 2020 1,65%. Fyri Starvsmannafelagið var tað sera umráðandi at fáa við í semjuna, at eftirløn eisini skal gevast av ískoytum á Føroya Tele. Hetta eydnaðist at fáa við í semjuna. Tað merkir, at frá 1. januar 2019 verða grein 30 og 31 í sáttmálanum samanskrivaðar soleiðis, at frameftir verða ískoytini løgd um til viðbøtur, og verða viðbøtur latnar í stigum. Fyrsta viðbótarstigið er 500 krónur um mánaðin, og 500 krónur skulu vera millum fylgjandi stig. Tað vil siga, at frá 1. januar 2019 eru øll ískoyti og allar viðbøtur eftirlønargevandi. Aftur at hesum er tillaging gjørd í sáttmálanum um, hvussu feriudagar verða innvunnir. Posta Løgtingið samtykti í vetur at geva heimild at selja partabrøvini í P/F Postverki Føroya. Starvsmannafelagið hevði vónað at fáa betri verju av starvsfólkarættindum eftir eina møguliga sølu ásett í lógina. Men hesum var ikki undirtøka fyri. Tískil var tað umráðandi fyri Starvsmannafelagið at fáa ein so langan sáttmála sum møguligt. Hetta fyri at tryggja starvsfólkarættindini so langt fram í tíðina sum møguligt. Støðan hjá arbeiðsgevarunum var tann øvuga: teir vildu hava so stuttan sáttmála sum gjørligt, helst ikki longur enn 1 ár. Tá ið samanum kom, blivu partarnir samdir um ein 3 ára sáttmála. Avtalan er, at lønarhækkingin tað triðja árið fylgir lønarkarminum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verður avtalaður við arbeiðarafeløgini tann 1. mai 2020. Hugsandi er, at ein nýggjur privatur eigari av Posta fer at yvirtaka ella fer undir nýtt virksemi, sum ikki er undir sáttmálaøkinum í dag. Um so er, verða starvsfólkini, sum fara at arbeiða á hesum nýggju økjum, ikki fevnd av sáttmálanum, uttan at partarnir verða samdir um tað. Samstundis er avtalað, at tað ikki ber til at flyta starvsfólk úr verandi sáttmálaøki hjá Posta yvir í møgulig nýggj virkisøki fyri lægri løn ella verri setanarviðurskifti. Við hesum halda vit, at vit hava framtíðartryggjað starvsfólkini so væl, vit kunnu. Hetta eru vit sum so nøgd við. Hugsandi er, at partabrøvini í Posta verða seld í sáttmálaskeiðnum, og við einum 3 ára sáttmála eru stundir at grundfesta eitt gott og uppbyggjandi samstarv við komandi eigaran av P/F Postverki Føroya. Lønarkarmurin í sáttmálanum fyri Posta er tann sami sum í sáttmálanum fyri Føroya Tele, 3,26% fyrra árið og 2,56% tað seinna árið. Tá ið kostnaðurin av broytingunum í endastigunum í lønartalvuni hjá Posta er farin av, verður lønarhækkingin 1. januar 2019 2,88% og 1. januar 2020 218%. Umframt hetta er grein 13, stykki 2 broytt og er nú soljóðandi: Tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skuldu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt. Sama er galdandi fyri persónar, sum sambært grein 1, stykki 5 í eftirlønarlógini eru frítiknir fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan. Posta, privatisering og starvsfólkarættindi Starvsmannafelagið harmast um, at samgonguflokkarnir Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki megnaðu at tryggja starvsfólkaviðurskiftini betur í lógini, sum gevur heimild at selja tey almennu partabrøvini í P/F Postverki Føroya. Uppskotið at geva heimild til at selja partabrøvini í P/F Postverki Føroya varð samtykt við 3. viðgerð tann 18. desember í fjør. Starvsmannafelagið hevur - í samsvari við kjarnumál felagsins frá 2015 - mælt frá at geva heimild til at fara undir eina sølutilgongd. Í øðrum lagi mælti felagið til, at lógin hevði beinleiðis ásetingar um skipað viðurskifti, og at lønar- og arbeiðskorini ikki mugu versna. Endamálið var at skapa stabilitet í starvsfólkaviðurskiftunum í sambandi við eitt møguligt eigaraskifti. Sum er, eru bert nakrar generellar og rundar viðmerkingar í lógaruppskotinum um starvsfólkaviðurskiftini. Hesar viðmerkingar staðfesta stórt sæð bert galdandi rættarstøðu, tá ið partabrøvini eru seld, t.v.s. at starvsfólkini varðveita rættindini og skyldur. Hvat ið skal henda, tá ið sáttmálaskeiðið er av, gevur lógin hinvegin onga trygd fyri. Hetta harmast vit um, tí tað kann skapa ótryggleika millum starvsfólkini um, hvat ið framtíðin hevur at bjóða, tá ið landið einaferð hevur slept endanum. At politiska skipanin arbeiddi við at einskilja Posta, var ikki óvæntað, men at tað júst var henda samgongan við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, sum skuldi fáa hetta ígjøgnum, kom heldur óvart á. Eingin ivi er um, at Framsókn hevur havt tørv á at markera seg sum liberalan flokk, og at Posta hevur verið partur í eini størri politiskari kabal í samgonguni. Starvsmannafelagið var í vinnunevndini hjá løgtinginum og førdi síni sjónarmið fram. Eisini hava vit verið í sambandi við bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum frammanundan hava givið til kennar, at flokkarnir ikki eru so heitir fyri privatiseringum. Men har var einki at gera. Málið tóktist avgjørt frammanundan. Góðar almennar tænastur eru ryggurin í vælferðarsamfelagnum, sum vit øll eru við til at fíggja. Einskiljing er eingin trygd fyri, at tænasturnar verða betri, men kann harafturímóti skapa ójavnar tænastur, og einskiljingin av postverkum aðrastaðni hava avgjørt ikki verið treytaleys success. Okkara støða er, at so leingi veitingarskyldan liggur hjá landinum, eigur landið at hava ræði á Posta. Starvsfólkini í postverkinum hava øll árini havt væl skipað rættindi sambært kollektivum sáttmála; tey fyrstu árini í Postfelagnum og síðani 2007 í Starvsmannafelagnum. Heilt fram til 2005 vóru starvsfólkini fevnd av almenna fyrisitingarrættinum, sum tryggjaði teimum serlig setanarrættindi, sum alment sett starvsfólk eiga. Hesi rættindi hava tey í ávísan mun varðveitt í teimum kollektivu sáttmálum, sum Postfelagið og síðani Starvsmannafelagið hava gjørt við Føroya Arbeiðsgevarafelag, síðani postverkið gjørdist alment partafelag. Í 2017 varð meðaltalið av fulltíðarsettum starvsfólki á Posta 115 fólk. Nógv tey flestu starvsfólkini, sum starvast í sáttmálaøkinum, eru limir í Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið er í dag einasta fakfelag, sum hevur kollektivan sáttmála fyri P/F Postverk Føroya. Stóra undirtøkan millum starvsfólkini ber greitt boð um, at starvsfólkini í sáttmálaøkinum vilja hava skipað og trygg sáttmálaviðurskifti. Viðurskifti, sum fyrst Postfelagið og síðani Starvsmannafelagið hava verið við til at tryggja og ment. Tað er væl kent, at tey fyrstu árini sum partafelag vóru merkt av stórum ótryggleika og ófriði millum starvsfólkini, og fyri okkum sum felag er tað umráðandi at ansa eftir, at henda støða ikki fer at endurtaka seg, tá ið partabrøvini í almenna felagnum verða seld. Tí høvdu vit vónað, at politiska skipanin hevði viljað hjálpt til við at tryggja, at ein sølutilgongd ikki fer at elva til ótryggleika. Sum einasta fakfelag við kollektivum sáttmála fyri Posta fer Starvsmannafelagið sjálvandi at fylgja málinum, tá ið farið verður undir sølutilgongdina. Vit hava alla tíðina tætt samband við limirnar og álitisfólkaskipanina á Posta. Fakfelagssamstarvið Samstarv millum tey seks fakfeløgini við sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum var aftur á fleiri økjum í 2018. Forfólkini í feløgunum hava regluligar fundir, og tað sama er galdandi fyri skrivstovufólkini í feløgunum. Á hesum fundi viðgera vit mál, sum hava felags áhuga, og umrøða felags átøk. Sum umrøtt aðrastaðni í blaðnum varð skipað fyri felags fundi fyri nevndarlimir í Smæruni, og í vetur varð Ann Ellingsgaard sett sum samskipari fyri Fakfelagssamstarvi. Starvsmannafelagið fegnast um, at samskipari er settur, eftir at eingin hevur verið í meira enn eitt ár. Samskiparin hevur ein týðandi leiklut, um vit skulu fáa eitt væl skipað og effektivt samstarv, har feløgini standa saman í felags málum. Fakfelagssamstarvið ummælir millum annað lógaruppskot, sum fara til hoyringar. Tað er eingin ivi um, at tað kann hava stóra ávirkan, at fakfeløg við fleiri túsund limum aftanfyri seg, hava felags støðu til ymisk arbeiðsmarknaðarmál, til dømis lógaruppskotið frá Samferðslumálaráðnum um at banna mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Feløgini í Fakfelagssamstarvinum eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Føroya Lærarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Í juni mánað í fjør varð eg kunnaður um, at flogternurnar hjá Atlantic Airways kannaðu møguleikarnar fyri at fara úr Starvsmannafelagnum. Orsøkin var, at tær umhugsaðu at fáa limaskap í danska fakfelagnum FPU (Flybranchens Personale Union) í staðin. Í august fekk felagið so at vita, at flogternurnar vildu tekna seg sum limir í FPU og lata danska felagnum samráðingarrættin, sum hevur verið hjá Starvsmannafelagnum. Starvsmannafelagið harmast um støðuna, men hevur fingið at vita, at avgerðin ikki er grundað á misnøgd við Starvsmannafelagið, men at flogternurnar meta, at tær fáa meira burturúr við at fara upp í felag, sum burturav er fyri starvsfólk í flogvinnuni. Vit fara sjálvsagt ikki at forða fyri, at flogternurnar sum starvsbólkur skipa seg á tann hátt, sum tær meta vera rættast og best. Tað er soleiðis, skipanarfrælsið á arbeiðsmarknaðinum skal virka. Sáttmálskeiðið endaði 1. november í fjør, og fyri at ganga flogternunum á møti avgjørdi starvsmannafelagið at siga sáttmálan upp. Tá ið 1. november nærkaðist, høvdu allar flogternurnar framvegis ikki tikið seg úr Starvsmannafelagnum, og samstundis var óvist, um tað fór at eydnast teimum at fáa í lag nýggjan sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag gjøgnum FPU. Tískil valdi Starvsmannafelagið at leingja sáttmálan sum ein limasáttmála, t.v.s. ein kollektivan sáttmála, sum einans er bindandi fyri flogternur, ið eru limir í Starvsmannafelagnum. Sáttmálin, sum var galdandi til 1. november, var sum sáttmálar í Føroyum flestir ein økissáttmáli, sum bæði var galdandi fyri limir og tey, sum ikki eru limir. Við hesum stigi lótu vit upp fyri, at annað felag kundi koma inn og royna at fáa økissáttmála fyri flogternurnar, samstundis sum flogternurnar eina tíð afturat hava møguleikan sjálvbodnar at velja limasáttmálan hjá Starvsmannafelagnum. Tað gjørdist skjótt greitt, at tað ikki fór at gerast so lætt hjá flogternunum at fáa nýggjan sáttmála gjøgnum FPU. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Atlantic Airways samtyktu hvør í sínum lagi, at tey ikki fóru at samráðast við eitt útlendskt fakfelag. Síðani hava tey fingið treytaleysan stuðul frá Poul Michelsen, landsstýrismanni við vinnumálum, sum varðar av Atlantic Airways og umboðar Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í flogfelagnum. FPU fekk krakk. Støðan í løtuni er sostatt tann, at flogternunar eru settar við individuellum setanaravtalum við Atlantic Airways eftir treytum, sum svara til sáttmálan hjá Starvsmannafelagnum. Í løtuni er eingin virkin kollektivur sáttmáli á økinum. Limasáttmálin hjá Starvsmannafelagnum hevur ongan reellan týdning sum kollektivur sáttmáli, við tað at eingin flogterna longur er limur í Starvsmannafelagnum. Felagið er stórt sæð úti av myndini, og tað felagið, sum flogternunar hava kosið sær, FPU, hevur fingið krakk frá arbeiðsgevarunum. Hvussu søgan endar, vita vit ikki í løtuni. Í Starvsmannafelagnum mugu vit taka støðu til, hvat felagið skal gera, tá ið 1-árs limasáttmálin gongur út 1. november 2019. Um tað hevur nakað endamál at vera á einum øki við ongum limum, ella um frægast er, at felagið tekur seg heilt úr. Starvsmannafelagið hevur sagt flogternunum frá, at vilja tær koma aftur í felagið, so stendur hurðin opin. Støðan á arbeiðsmarknaðinum 2018 var eitt buldrasligt ár á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eitt ár við verkføllum og rembingum, sum vit sjáldan hava upplivað fyrr. Skuldi nakar hildið, at hendan samgongan var mannað við flokkum, sum traditionelt hava havt gott samband við og tí skuldu verið bestir fyri fakfelagsrørsluna, so fingu tey annað at sanna. Sjálvur hevði eg ikki væntað, at nakar kassi fór at standa víðopin at gramsa úr, ella at tað fór at vera nakað sjálvtøkuborð. Men at henda samgongan beinleiðis arbeiðir ímóti grundprinsippinum, sum fakfeløgini øll standa saman um, nevniliga við at skerja verkfalsrættin, er ófrættakent og ikki til at skilja. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er serstakliga friðarligur sammett við arbeiðsmarknaðin aðrastaðni. Men síðan flestu sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum gingu út í oktober 2017, hava vit verið rakt av fleiri verkføllum. Serliga minnast vit verkføllini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag og Ljósmøðrafelag Føroya. Felags fyri stóru verkføllini var, at hetta eru kvinnuyrkir og starvsøkir, har borgarin veruliga merkir sviðan av verkføllum. Og soleiðis má tað vera. Verkføll og onnur lóglig stríðsstig skulu merkjast, annars hava tey onki endamál. Og verkfall er sterkasta vápnið, sum fakfeløg eiga í stríðnum fyri góðum arbeiðs- og lønarkorum. Ja, rætturin at leggja arbeiðið niður, tí at vit ikki eru til sølu fyri ein og hvønn prís, er okkara lógliga mótsvar til leiðslurættin hjá arbeiðsgevaranum. Eitt verkfall er ongantíð væl dámt, og í verkfalsstøðuni er ikki óvanligt, at fakfeløg og starvsfólk verða løgd undir at vera bæði órímilig og óforsvarlig. Hetta sóu vit tíverri eisini seinasta vetur, tá ið summir arbeiðsgevarar ávaraðu um lív og heilsu og samstundis kastaðu alla ábyrgd av støðuni frá sær. Gloymt var alt um spælireglurnar á arbeiðsmarknaðinum - nevniliga at verkfall er lógligt stríðsstig, og at tá ið eingin sáttmáli er á økinum, og verkfall er, so hava limirnir onga skyldu at vera til arbeiðis. Í hesi støðu kunnu vit fegnast um, at vit hava verkfalsleiðarar, sum høvdu ís í búkinum, og sum ikki góvu eftir fyri trýstinum og ræðingartaktikkinum. Eg vil heldur venda tí hinvegin og siga, at tað er ábyrgdarleyst av myndugleikanum at seta fakfeløg í eina støðu, har tey ikki síggja sær annan útveg enn at senda limirnar til hús og uttan at geva undantøk. Vit mugu minnast til, at ábyrgdin av stovninum liggur ongantíð hjá vanliga starvsfólkinum. Ábyrgdin liggur til eina og hvørja tíð hjá leiðsluni og eigaranum, sum í hesum føri eru landið og kommunurnar. Lønardeild undir trýsti Ein stórur trupulleiki á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum er, at partarnir klára als ikki at gera sáttmálar til tíðina. Alt er komið í drag. Sáttmálarnir fara vanliga úr gildi 1. oktober. Meiri enn 30 feløg skulu gera sáttmála við landið. Og tað er ikki óvanligt, at tað ganga heilt upp í 15 mánaðir og onkuntíð longri tíð, til tað seinasta felagið hevur gjørt sáttmála. Hetta merkir, at sáttmálarnir í stóran mun eru afturvirkandi, og tað er greitt, at eitt so stórt eftirsleip í sáttmálagerðini hevur avleiðingar. Tað skal eitt rættiliga stórt arbeiði til fyri at eftirregulera lønirnar. Umframt vanligu lønina skulu yvirtíðir, vaktargjøld og annað eftirregulerast. Tað er lítið at ivast í, at ein eftirregulering av hesum slag kostar arbeiðsgevaranum kassan, eisini í arbeiðstíð og arbeiðsorku. Vandi er eisini fyri, at nýggjar lógir og reglur koma í millumbilinum, sum kann vera ein trupulleiki, tá ið sáttmálar eru afturvirkandi. Eitt er at gera sáttmálar, men sáttmálarnir skulu eisini umsitast og útinnast í verki. Sum dømi kann eg nevna, at í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið frá 2017 er avtala um at skipa fyri felags evnisdegi um, hvussu starvsfólk kunnu verða tikin við upp á ráð, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Eisini er avtala um at lýsa møguleikarnar fyri eini felags lønarskipan hjá tí almenna. Hetta skuldi verið gjørt í 2018, men enn er einki hent. Eisini varð avtalað at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða arbeiðstíðarreglurnar í sjúkraflutningstænastuni. Eingin fundur hevur verið enn millum partarnar, og eingin fundur er avtalaður. Tann sannroynd, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum støðugt er upptikin av sáttmálasamráðingum, ger eisini, at starvsfólkini hava lítla tíð og orku at taka sær av vanligum lønarmálum. Hetta ger, at ósemjur um løn og sáttmálatulkingar draga út, og at starvsfólk ofta mugu liva í óvissu um síni viðurskifti í órímiliga langa tíð. Men hvør hevur ábyrgdina av, at tað gongur so seint. Fakfeløgini? Fíggjarmálaráðið? Skipanin? Helst er tað eitt sindur av hvørjum, men so leingi sum skipanin er, sum hon er, hevur Fíggjarmálaráðið høvuðsábyrgdina. Eg eri sannførdur um, at ein av høvuðstrupulleikunum er, at arbeiðsorkan á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum er ov lítil. Har eru fýra fólk í starvi. Tað er alt. Hesi fólk skulu taka sær av øllum sáttmálasamráðingunum, persónligu lønarmálunum og øllum tí, sum sáttmálin sigur skal setast í verk. Tað er eingin annar enn Fíggjarmálaráðið ella Føroya Landsstýri, sum hevur tikið avgerð um raðfestingina av lønardeildini, og í hesum sambandi kann tað til dømis tykjast óskiljandi, hvussu landið raðfestir at seta ein politiskan spunasmið í Samferðslumálaráðnum, tá ið lønardeildin ikki fær fólk til at umsita grundleggjandi uppgávur í okkara samfelag. Vit kunnu eisini grípa í egnan barm. Eg eri ein av teimum, sum halda, at vit skulu fara undir eina samráðingarskipan, har allur arbeiðsmarknaðurin tingast saman um ein felags lønarkarm. So mugu nøkur viðurskiftir koma upp á pláss fyrst. Millum annað má ein nýggj almenn lønarskipan verða avtalað, og spurningurin um, hvussu vit uppstiga tey fakini, sum eru afturúrsigld, má loysast. Í løtuni dugi eg ikki at síggja, at fakfeløgini eru sinnað at fara undir felags sáttmálasamráðingar um ein felags lønarkarm, fyrr enn ein nýggj almenn lønarskipan er gjørd. Og eg vænti, at størsta avbjóðingin verður, hvørt partarnir, arbeiðsgevari og fakfeløg, kunnu semjast um, hvussu lønarlagið í føroyska samfelagnum skal vera. Útgangsstøðið og áhugamálini eru so ymisk. Feløgini vilja hava so nógv sum gjørligt fyri arbeiðsmegina, og arbeiðsgevararnir vilja sleppa so bíliga sum til ber. Tá ið alt kemur til alt, er hetta ein spurningur um keyp og sølu av arbeiðsmegini í landinum og álit millum partarnar. Er álit ikki millum partarnar, koma vit ongan veg fram á leið, tí álit gagnar okkum øllum, lønmóttakara, arbeiðsgevara, sáttmálapørtunum og samfelagnum øllum. Limir í stjórastørvum Í tveimum umførum seinastu tíðina eru starvsmannafelagslimir settir fyribilsstjórar á tveimum av landsins týdningarmestu stovnum. Tá ið Ronnie Midjord gjørdist fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum, tók Bergur Stórhamar við sum virkandi stjóri fyri Suðuroyar Sjúkrahús. Hetta starvið røkti Bergur frá 1. september í 2017 til 1. mars 2018, altso í 6 mánaðir. Kári røkti stjórastarvið í hálvan fimta mánað, til Ivan H. Niclasen, sum eisini var starvsmannafelagslimur, varð settur sum stjóri og tók við stjórastarvinum 1. november. Í hesum sambandi skulu vit eisini nevna, at Karin Elisa Niclassen í 2018 tók við sum varastjóri á Taks. Karin Elisa hevur eisini verið limur í Starvsmannafelagnum í mong ár, áðrenn hon tók við hesum ábyrgdarstarvi sum varastjóri á Taks. Fyribils setanirnar av stjórum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og í Kringvarpi Føroya høvdu við sær ávísar avbjóðingar viðvíkjandi lønini. Virkandi stjórarnir fingu stjóraløn, men ósemja var um, hvørt teir skuldu fáa eftirløn roknað eftir stjóralønini ella eftir síni vanligu sáttmálaløn. Eftir nakað av togan aftur og fram krónurt semja millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um, at stjóralønin er útrokningargrundarlagið. Stjórar hava setanar- og leiðslurheimild og eru ikki limir í Starvsmannafelagnum. Tó loyva vit fyribilsstjórum at vera limir, tí teir røkja bert starvið í eitt fyribils tíðarskeið og koma aftur í sítt gamla starv eftir eina tíð. Førleikameting og vaksnamannaútbúgving Álit um vaksnamannaútbúgvingar Á fundi í Mentamálaráðnum grundlógardagin 5. juni 2018 fekk Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinna, álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil handað. Arbeiðið er gjørt út frá setninginum í samgonguskjalinum, at farast skal í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívlong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving. Í londunum kring okkum hevur skipað vaksnamannaútbúgving verið roynd við góðum úrsliti í mong ár. Í hesum londum hava vaksnir persónar við ongari útbúgving havt serligar skipanir, ið gera tað lættari og høgligari hjá teimum at fáa sær eina útbúgving sum vaksin. Útbúgving og førleikamenning eru av stórum týdningi fyri møguleikarnar hjá fólki at taka lut á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagsligum virksemi annars, og tey hava eisini stóran týdning fyri kappingarførið hjá vinnuni. Tað er slíkar skipanir, roynt verður at fáa í Føroyum eisini. Álitið lýsir støðuna viðvíkjandi vaksnamannaútbúgving. Harumframt eru orðað fleiri tilmælir um, hvussu vit á einfaldan hátt kunnu skipa og samskipa útbúgvingartilboðini hjá vaksnum og tilkomnum føroyingum at taka eina útbúgving ella at verða førleikament. Alt hetta arbeiðið er hugsað at fara fram í einum trípartasamstarvi millum politiska myndugleikan og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, millum annað fakfeløgini. Fyrstu førleikametararnir Ein onnur hending í hesum sambandi var í september, tá ið tey fyrstu 14 fólkini fingu prógv sum førleikametarar. Hetta varð gjørdi við støði í lógini um førleikameting frá 2014, sum er fyrsta stigið, tá ið talan er um vaksnamannaútbúgving og førleikamenning. Yrkisdepilin í Mentamálaráðnum skipaði fyri skeiðnum í førleikameting, sum var fyri starvsfólk innan ymiskar útbúgvingar- og yrkisgreinir. Yrkisdepilin umsitur málsøkið førleikameting, og skeiðið var dagarnar 17.-19. september. Tey 14 fólkini hava nú prógv fyri, at tey hava serligar førleikar at skipa fyri meting og viðurkenning av førleikum hjá vaksnum 25 ár og eldri, sum eru vunnir uttan fyri ta vanligu útbúgvingarskipanina. Talan kann vera um førleikar, sum eru fingnir til vega í arbeiði, frítíðarvirksemi og øðrum sambandi, og sum kunnu verða taldir við, tá ið ein sum vaksin søkir inn á eina útbúgving ella ætlar sær í læru. Eftir fyrsta skeiðið í september var ætlanin at fara undir at førleikameta innan skrivstovuútbúgvingar og matvøruútbúgvingar. Tey 14, sum fingu útbúgving sum førleikametarar í september, kunnu nú átaka sær at førleikameta vaksin, sum eru 25 ár og eldri. Kunning í felagnum Á álitisfólkafundi í Starvsmannafelagnum 29. november í fjør greiddi John Dalsgarð, samskipari í Yrkisútbúgvingarráðnum, frá endamálinum við førleikametingini og mannagongdini, tá ið førleikametingini verður gjørd. John Dalsgarð var ein av teimum 14, sum seinasta heyst fingu prógv sum førleikametarar. Hann greiddi frá, at byrjað verður at savna saman viðkomandi skjalatilfar (prógv, váttanir, viðmæli, tilfar um arbeiðsroyndir v.m.) í eina skjalamappu. Hetta verður nýtt sum grundarlagið í førleikametingartilgongdini. Eftir hetta verður samrøða við vegleiðara um skjalatilfarið, sum ein førleikametingartilgongd verður løgd til rættis eftir. Síðani verður førleikameting framd av fakfólki og vegleiðara, og ítøkilig ætlan verður gjørd fyri, hvussu málið verður rokkið í eini viðkomandi útbúgving. Silvija Seres heldur, at tað eru trý høvuðsmál, ið fara at hava týdning: Effektivisering, nýggir vinnumøguleikar og tað at taka samfelagsábyrgd. Hon vísir á, at kunnleiki, sum framtíðin krevur, verður avgerandi, og at útbúgving fer at hava størri týdning enn høg løn. Vitan verður í miðdeplinum. Umstillingarevni og dirvi Stórar broytingar fara at henda, og evnini at umstilla seg og tora at hyggja fram verða avgerandi. Og heldur enn at tvíhalda um, hvussu vit kunnu varðveita tey gomlu størvini, skulu vit brúka kreftirnar at seta okkara fingramerki á, hvussu framtíðin kann skapast. Eisini arbeiðsmarknaðurin. Tá ið vit menniskju skulu finna fram til okkara leiklut í framtíðar talgildingini, er umráðandi, at vit hugsa lokalt. Dátunøgdin veksur, og menningin gongur ógvuliga skjótt, og tí fer tað at hava týdning, hvussu vit fáa brúkt hesar dátur, so at tær skapa virðir - júst har vit búgva. Tað snýr seg um at skapa størvini, vit skulu liva av, og ikki verja tey størvini, vit kenna í dag, sigur hon. Talgildingin fer millum annað at krevja, at vit duga at skapa nýggjar hættir at loysa avbjóðingarnar - nýggj forrætningsmodell, sum hon málber seg. Og tá er týdningarmikið, at politiska skipanin eisini verður tikin við upp á ráð. Leiðslumodellini, vit brúka í dag, eru ment í 3. ídnaðarkollveltingini, sum var í 60-unum. Men hesar loysnir eru ikki nøktandi longur. Tørvur er á nýggjum forrætningsmodellum. Og ikki minst at leiðarar taka kjansir. Eingin kennir framtíðina, men tað ræður um at tora at meta um hana kortini. Dømir eru um, at góðar ætlanir í talgilda heiminum eru farnar fyri skeytið, tí at fyritøkurnar ikki hava dugað at umstillað seg og sæð fram, greiðir Seres frá. Tað snýr seg um at vita, hvagar bólturin fer, og ikki, hvar ið bólturin liggur beint nú. Tey, sum duga at síggja fram, verða tey, sum fara at vinna kappingina, ljóðar boðskapurin. Verjið dáturnar Sambært Silviju Seres fer tað eisini at hava stóran týdning, at vit sum borgarar, brúkarar og starvsfólk duga at verja okkara persónligu dátur. Tí persónsdátur eru gullið í talgilda heiminum. Virðið hjá stórum fyritøkunum sum Apple, Macintosh og Amazon er dátur. Dátur, sum verða nýttar at stýra okkum sum borgarum, og sum vit sum borgarar eru við til at útvega. Tað er tað, sum ger fyritøkurnar so ótrúliga virðismiklar. Ikki talið á starvsfólkum, maskinurnar, kapitalurin í fyritøkunum ella nakað annað. Tí er dátutrygdin so týdningarmikil. Vit mugu ansa eftir okkara dátum, sum fyritøkurnar liva av. Ansa vit ikki eftir, koma fyritøkurnar at eiga okkara framtíð. Hetta eru etiskir og politiskir spurningar, sum vit mugu viðgera politiskt og lokalt, sigur hon. Dátu eru tann nýggja rávøran í dag, og henni eiga vit sum borgarar at ansa sera væl eftir. Polarisering Ein av stóru avbjóðingunum er, at talgildi heimurin verður lutaður sundur - polariseraður - í fáar stórar og sterkar fyritøkur, vísir Seres á. Tær sterku fyritøkurnar eru ikki tær, sum framleiða komponentar til fartelefonir ella aðrar neyðugar tøknilutir. Nei, tær sterku fyritøkurnar eru tær, sum hava ræði á dátunum, sum til dømis Apple, Microsoft og Facebook. Fyritøkurnar, ið liva av dátum, eru tær, sum sita á gullinum. Og menningin gongur so skjótt, at tað eru bert fáar fyritøkur, sum megna at fylgja við og mennast nóg skjótt, sigur Seres, sum heldur, at tað er trupult at koma við nøkrum avgjørdum boði um, júst hvør strategi er skilabest og rættast at kjósa sær, tá ið um ræður talgildu framtíðina: Tað finnast eingi fullkomin svar. Alt fer framvegis at henda skjótt, og tað snýr seg um at taka kjansir. Tey, sum tora at gita og meta um, hvussu framtíðin fer at vera, verða eisini tey, sum í størstan mun fara at mynda framtíðina, spáar Seres. Komið við! At vera ímóti talgilding er sum at vera ímóti aldurdómi ella tyngdarlógini. Talgildingin kemur kortini, og tað besta, tú kanst gera, er at fyrireika teg sum frægast. Tað kanst tú gera sum borgari lokalt, sum fakfelagslimir og sum fakfelag. Leggið ætlanir, so frægt tit kunnu, ljóðaði boðskapurin til fakfelagsfólkini í Stavanger. Verið við til at siga søguna um framtíðina. Komið við konkretum boðum og strategium. Takið søguna í egnar hendur. Og tað krevur, at tit eru bæði kreativ og praktisk, vóru ráðini frá norska serfrøðinginum til fakfelagsfólkini. HK byggir talgildu framtíðina Síðani 2016 hevur danska fakfelagið Handel og Kontor, HK, arbeitt miðvíst við, hvussu felagið kann seta síni fingramerki á talgildu framtíðina HK er eitt av fakfeløgunum, sum hava avgjørt at taka framtíðina í egnar hendur so at siga. Í staðin fyri at seta seg upp afturá og siga nei ella bara hyggja at, meðan onnur taka avgerðir og seta tiltøk í verk, so hevur danska fakfelagið valt sær ein proaktivan leiklut í talgildingini. Framløguna høvdu Bodil Otto, fakfelagsformaður í HK-komunal, og Mathias Askholm, programmleiðari í eini serligari eind í HK, sum hevur fingið navni HK Lab. Ein eind við eini heilt serligari missión. Tvær breytir Tað var í 2017, at høvuðsstýrið hjá HK Danmark avgjørdi at seta á stovn HK Lab. Endamálið var at gera eina eind, sum kann bjóða HK av og gera HK til eitt meira nýskapandi og digitalt rikið fakfelag og arbeiðspláss. Høvuðsstýrið samtykti tvær breytir fyri HK Lab. Onnur snýr seg um at menna nýggjar tænastur og veitingar til limirnar. Hin er at gera uppskot til nýggj sløg av størvum og mátar at læra. Proaktivt felag Á hendan hátt hevur HK átikið sær ein virknari leiklut til tess at tryggja sær medávirkan, tá ið umræður at ávirka og skapa framtíðar talgilda arbeiðsmarknaðin. Hetta snýr seg um at skapa framtíðarinnar fakfelagsrørslu. Skapa framtíðarinnar arbeiðspláss. Tað snýr seg um nýskapan og íverksetan, sigur Askholm. Hugflog og sosialir førleikar eru framtíðin Besti mátin at fyrireika seg til framtíðar arbeiðsmarknaðin er at menna grundleggjandi førleikar sum skapanarevni, hugflog og umsorgan. Tað er boðskapurin hjá Ann Therese Enarsson, umsitingarstjóra í svenska vitanarstovninum Futuroen. Dagliga arbeiði hennara er at spáa um framtíðina og meta um, hvørjar broytingar fara at henda í arbeiðslívinum. Størv broytast Enarsson greiðir frá, at einaferð roknaðu granskarar við, at 47% av øllum størvum í heiminum fóru at hvørva av automatiseringini. Tað vísti granskingin. Síðani blivu metingarar nakað varligari. Men spádómurin var skeivur. Í veruleikanum hvørva størvini ikki. Tey minka heldur ikki í tali. Men tey broytast. Nýggj størv koma fyri tey gomlu. Tað hevur leingi verið ein sannroynd. Og tað er avbjóðingin. 65% av ungfólkunum, sum ganga í skúla í dag, fara, tá ið tey verða vaksin, at hava størv, sum ikki finnast í dag, ljóðaði spádómurin hjá Enarsson. Krav: Lívlong læra Sambært Enarsson er lívlong læra eitt av lyklaorðunum, tá ið vit skulu møta talgildu framtíðini. Hon vísir eina mynd av einum kameli, har kúlan á bakinum ímyndar lærdómin, sum vit hava við okkum út á arbeiðsmarknaðin. Tað kann vera ein longri útbúgving frá universiteti. Ella okkurt styttri. Síðani arbeiða vit, til vit einaferð verða pensionerað. Útbúgving. Arbeiði. Pensjón. Men framtíðin krevur eina øðrvísi og liðiligari útbúgvingarskipan, heldur Einarsson. Eina skipan, har vit støðugt ogna okkum nýggja vitan. At evnini at ogna sær nýggja vitan og at umstilla seg fara at hava stóran týdning á framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Lívlong læra við vaksnamannaútbúgving, har vit alla tíðina førleikamenna okkum til nýggjar avbjóðingar. Tað verður eitt krav. Trupulleikin er hinvegin, at útbúgvingarskipanirnar virka ikki, sum tær skulu, ávarar hon. Førleikamenning manglar Í Svøríki siga 4 av 10 almennum starvsfólkum, at tey hava ikki fingið førleikamenning. Bert eitt minni tal av fyritøkunum hevur í roynd og veru nakað tilboð til starvsfólkini um førleikamenning. Men samstundis eru ikki færri enn 100.000 ómannað størv í Svøríki. Tí tað mangla fólk við røttu førleikunum. Tí má útbúgvingarskipanin broytast. Vit mugu finna nýggjar og øðrvísi hættir at læra. Øðrvísi útbúgvingar og skeið, sigur Enarsson. Tað er ikki umráðandi, um vit taka útbúgvingarnar á fínum universitetum, ella um tað er av skeiðum á youtube. Møguleikarnir eru nógvir og ymiskir. Tað ræður um at útbúgva seg, og vit skulu vera opin fyri nýggjum háttum at læra. Júst hvar vit nema okkum kunnleika, er ikki avgerandi. Tað er, hvat vit læra, sum hevur týdning. Innihaldið er avgerandi. Menniskjaligir førleikar! Sambært Enarsson eru tað ikki fak sum programmering og talgilding, sum fara at standa ovast á tímatalvuni í framtíðarskúlum. Tvørturímóti verða tað vanligir grundleggjandi menniskjansligir førleikar. Førleikar, sum robottarnir ongantíð fara at yvirtaka. Tað er hesum, spurt fer at verða eftir. Tað verða førleikar sum nýhugsan og kreativitetur. Tað verða sosialir førleikar, so sum evnini at hava medkenslu og umsorgan, evnini at sannføra onnur og at samskifta og samráðast. Menniskjansligir førleikar, sum vit læra, longu áðrenn vit fara í skúla, sigur hon. Alt hetta eru førleikar og eginleikar, sum eru menniskjansligir, og sum robottarnir ongantíð fara at yvirtaka. Tað verður altíð brúk fyri okkum menniskjum, og tað er førleikum sum hesum, vit í framtíðini skulu hugsavna okkum um. Tískil mugu vit, sambært Enarsson, ikki gloyma grundleggjandi fak í skúlanum sum handarbeiði og træsmíð. Tí tað gevur grundleggjandi skapandi førleikar, sum vit seinni kunnu fáa brúk fyri í talgilda heiminum. Hugsið kreativt Enarsson heldur, at evnini at hugsa kreativt fara at koma fólki til góðar í framtíðini. Vit mugu læra okkum at hugsa frítt, eins og børnini gera. Sum dømi nevnir hon eina søgu um sín egna son. Einaferð vildi abbin hava at vita, hvat abbasonurin ætlaði, tá ið hann bleiv stórur. Kontórmaður ella brandmaður kanska? Tá ið tann lítli drongurin, sum nóg illa var komin í skúlaaldur, hevði hugsað seg væl um, svaraði hann: Nei, abbi, tá ið eg verði stórur, skal eg vera ein firvaldur. Og tað var nú slett ikki so býtt, heldur Enarsson. Tí á framtíðar arbeiðsmarknaðinum fer tað júst at verða ógvuliga virðismikið at duga at sleppa jarðarsambandinum og fara á flog viðhvørt. Duga at hugsa øðrvísi, tí gott hugflog verður eitt aktiv. Tað snýr seg um hava hugflog og at hugsa nýtt. Tað fara robottarnir ongantíð at kunna gera fyri okkum, sigur hon og vísir okkum eina mynd av smádronginum við einum firvaldi á nøsini. Framtíðarinnar analfabetur er ikki tann, sum ikki dugir at lesa ella at skriva; tað er tann, sum ikki hevur evnini at læra og læra nýtt, ljóðar boðskapurin. Robotturin svarar limunum. Sum dømi um eitt produkt, sum HK hevur ment, vísa HK-fólkini fram ein sokallaðan chatbot. Tað er ein telda ella ein robottur, sum leggur seg upp at eini samrøðu ella kjatti millum fólk. Limirnir kunnu spyrja um eitthvørt, til dømis viðvíkjandi sáttmála ella løn. Og teldan svarar so aftur, alt eftir hvar tann, ið spyr, arbeiðir. Nú skrivar ein limur og spyr um løn. Og spyr so, hvar limurin arbeiðir. Limurin svarar. Og eitt, tvey, trý, so hevur robotturin skannað allar sáttmálar ígjøgnum og funnið røttu tímalønina. Hetta kann ikki koma í staðin fyri ráðgeving, sigur Askholm um robottin. Men á henda hátt sleppa limirnir undan roksinum at leita upplýsingarnar fram sjálvir. Tað er skjótt og ómakaleyst, og felagið veitir eina betri tænastu. Trygdarskipanin á arbeiðsplássum Løgtingslógin um arbeiðsumhvørvi, vanliga nevnd arbeiðsumhvørvislógin, hevur sum endamál at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi og skapa grundarlag fyri, at arbeiðspláss sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við aðrar viðkomandi partar og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum, har 10 fólk ella fleiri arbeiða, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum. Treytirnar fyri, hvussu trygdar- og heilsuarbeiðið skal skipast, eru tengdar at, hvussu nógv fólk starvast á arbeiðsplássinum. Trygdarumboð Á arbeiðsplássum, har tað arbeiða 10 fólk ella fleiri, skulu starvsfólkini velja eitt trygdarumboð. Á arbeiðsplássi, har tað eru færri starvsfólk, eigur trygdar- og heilsuarbeiðið at fara fram í góðum sambandi og samstarvi millum arbeiðsgevara, arbeiðsleiðara og starvsfólk. Lógin áleggur sostatt ikki smærri arbeiðsplássum við upp til og við 9 starvsfólkum at velja trygdarumboð. Tey kunnu tó av sínum eintingum velja trygdarumboð. Og um fleiri arbeiðsumhvørvislig vandamál eru, verður mælt til, at arbeiðsplássið hevur eitt skipað trygdar- og heilsuarbeiði. Øll starvsfólk á arbeiðsøkinum kunnu velja trygdarumboð. Er álitisfólk á staðnum, ber til, at álitisfólkið eisini verður valt til trygdarumboð og sostatt hevur báðar leiklutirnar. Trygdarbólkar Starvast 10-19 fólk á arbeiðsplássinum, skal ein trygdarbólkur gerast. Trygdarbólkurin skal mannast av einum trygdarumboði, sum starvsfólkini hava valt, og arbeiðsleiðaranum á staðnum. Trygdarbólkarnir á arbeiðsplássini virka sum sambindingarlið millum starvsfólkini, trygdarnevndina, har ein slík er, og leiðsluna á arbeiðsplássinum. Trygdarbólkurin skal: Ansa eftir, at arbeiðsviðurskiftini eru trygdarliga og heilsuliga fult forsvarlig. Ansa eftir, at arbeiðshættir og arbeiðið eru trygdarliga væl fyrireikað og kunnu fremjast uttan vanda. Ansa eftir, at neyðug upplæring og leiðbeining verður givin. Ansa eftir, at maskinur, útgerð og tøknilig hjálpartól eru innrættað og verða nýtt trygdarliga og heilsuliga fult forsvarliga. Ávirka einstaka starvsfólkið til eina trygdar- og heilsufremjandi atferð. Kunna starvsfólk um galdandi reglur, ið eru ásettar at fremja trygd og heilsu. Luttaka í ráðlegging av trygdar- og heilsuarbeiði á deildini/arbeiðsplássinum Meta um trygdar- og heilsuvandar á deildini/arbeiðsplássinum sambært kunngerð um útinnan av arbeiði. Luttaka í kanningum av arbeiðsóhappum, eitringum og øðrum skaðum á arbeiðsplássinum. Boða arbeiðsgevaranum ella umboðum hansara frá arbeiðsóhappum, eitringum og øðrum skaðum. Kunna trygdarnevndina, har ein slík er, og leiðsluna á arbeiðsplássinum um arbeiðsumhvørvistrupulleikar. Koma við uppskotum til at betra um arbeiðsumhvørvið. Trygdarnevndir Starvast 20 starvsfólk ella fleiri á arbeiðsplássinum, skal trygdar- og heilsuarbeiðið samskipast soleiðis, at umframt trygdarbólk skal eisini ein trygdarnevnd skipast. Hetta vil siga, at fyrst verður ein trygdarbólkur skipaður ella um neyðugt fleiri. Hevur arbeiðsplássið fleiri deildir ella økir, verður viðmælt, at hvør deild ella hvørt øki hevur sín egna trygdarbólk. Síðani verður ein trygdarnevnd skipað. Er bert ein trygdarbólkur, skulu báðir limirnir í hesum bólki saman við arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri hann manna trygdarnevndina. Trygdarnevndin telur sostatt íalt 3 limir: eitt starvsfólk, ein arbeiðsleiðara/ formann og ein arbeiðsgevara/umboð fyri hann. Eru tveir ella fleiri trygdarbólkar, skal trygdarnevndin mannast av tveimum starvsfólkaumboðum úr trygdarbólkunum, tveimum arbeiðsleiðarum/formonnum úr trygdarbólkunum umframt arbeiðsgevaranum ella einum umboði fyri arbeiðsgevaran. Trygdarnevndin telur tá íalt 5 limir; tvey starvsfólk, tveir arbeiðsleiðarar/formenn og arbeiðsgevaran/umboð fyri hann. Limirnir í trygdarskipanini eru valdir fyri 2 ár. Afturval er loyvt, og álitisfólk kunnu vera trygdarumboð samstundis. Um arbeiðsleiðari ella trygdarumboð fara frá sum limir í trygdarbólkinum, fara teir samstundis frá sum limir í trygdarnevndini. Sum hægsti liður í trygdarskipanini á arbeiðsplássinum skal trygdarnevndin ráðleggja, leiða og samskipa øll tiltøk og arbeiði, ið hava týdning fyri trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum. Trygdarnevndin skal: Hava eftirlit við trygdar- og heilsuarbeiðinum. Veita kunning og leiðbeining til trygdarbólkarnar um trygdar- og heilsuarbeiðið. Kanna atvoldir til arbeiðsóhapp, eitringar og skaðar annars. Seta í verk tiltøk at forða fyri, at arbeiðsóhapp, eitringar ella skaðar endurtaka seg. Eina ferð um árið gera eitt yvirlit um arbeiðsóhapp, eitringar og aðrar skaðar á arbeiðsplássinum. Halda seg kunnaða um reglur, ið eru ásettar fyri trygd og heilsu á arbeiðsplássum. Gera leiðreglur fyri upplæring og leiðbeining av nýggjum starvsfólkum og hava eftirlit við, at reglurnar verða fylgdar. Gera ein lista yvir samansetingina av trygdarskipanini og senda listan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Kunna starvsfólkini á arbeiðsplássinum um, hvørjir limirnir í trygdarskipanini eru. Tilnevna ein dagligan trygdarleiðara. Hava regluligan fund í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi. Minst tvær ferðir um árið hava ein felagsfund við allar trygdarbólkar á arbeiðsplássinum. Arbeiðsgevarin Arbeiðsgevarin skal síggja til, at limirnir í trygdarbólkunum og trygdarnevndini røkja skyldur sínar, og skal síggja til, at limirnir fáa bjóðað skeið, útbúgving ella aðrar førleikar, ið eru neyðugir til tess at røkja uppgávurnar. Arbeiðsgevarin skal rinda fyri tær útreiðslur, ið hetta hevur við sær. Trygdarumboðið er vart Sum trygdarumboð ert tú tryggjaður móti uppsøgn og øðrum skerjingum í arbeiðsviðurskiftum á sama hátt sum álitisfólk innan viðkomandi ella tilsvarandi fakliga økið. Eisini skal arbeiðsgevarin minst eina viku, áðrenn trygdarumboðið verður sagt upp, kunna Arbeiðs- og brunaeftirlitið um hetta, soleiðis at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur møguleika at kanna viðurskiftini í sambandi við uppsøgnina. Gevið gætur, at fyri arbeiði, ið heilt ella partvíst verður útint á fyribils ella skiftandi arbeiðsplássum uttan fyri virkisins fasta arbeiðsstað, eru aðrar reglur galdandi enn tær, ið her nevndar eru. Framhaldandi nógv at stríðast fyri Eftir áheitan og egnum ynski bjóði eg meg hervið aftur fram sum valevni til nevndina í Starvsmannafelagnum. Lat okkum halda áfram at gera tað, sum vit halda vera rætt! Eins og øll onnur í landinum hava vit sum limir í Starvsmannafelagnum áhuga í, at Føroyar verða eitt enn betri land at búleiðkast í. Børn okkara skulu hava undirvísing í góðum skúlum, vit skulu hava hjálp, um vit gerast sjúk, og vit skulu passast, tá vit vera gomul og óhjálpin. Hetta málið verður bert rokkið, um vit øll eru við at lyfta, og at øll fáa lut í vælferðini. Starvsmannafelagið skal vera fyri øll, óansæð hvør tú ert. Vit hjálpa, har tað er neyðugt, og har vit kunnu. Gamalt orðatak sigur, at fyri at viðfara fólk líka, mugu tey viðfarast ymiskt, tí eingin er líka. Tað, ið fyri nøkur styrkir, kann fyri onnur vera oyðileggjandi. Hetta er sera umráðandi at hava í huga. Skiljandi er, at í einum felagi sum okkara við so nógvum limum, eru sera ymisk áhugamál. Tí má partapolitikkur ongantíð takast uppí. Umráðandi er, at vit sum felag tryggja limum okkara best møguligu arbeiðsumstøður. Harafturat má limunum tryggjast eitt trygt og støðugt lønargrundarlag, ið endurspeglar tað góða arbeiða, vit dagliga gera. Vit skulu øll vera her, og ikki bert halda, siga og gera tað, sum tey ið valda, halda, siga og gera. Tú skal hava ráð at liva, ikki bert yvirliva. Tað er tí sera umráðandi, at vit ikki í Føroyum, fáa tað fyribrygdi, sum kring heimin verður rópt working poor. Her er talan um fólk, sum arbeiða fulla tíð, men ikki fáa endarnar at røkka saman. Hetta gerst ein alsamt størri trupulleiki kring okkum, og av tí sama má haldast eitt vakið eyga við tí herheima. Dupultskatta avtalan. Hetta er eitt væl kent fyribrygdi millum Norðurlond. Í stuttum er endamálið við hesi avtalu tað, at peningur bert verður skattaður einaferð. Í hesum sambandi má sigast, at árið 2018 hevur verið við til at varpa ljós á sterkasta amboðið, ið vit sum fakfeløg hava, nevniliga verkfallið. Tó er ein stórur trupulleiki við verkføllum, sum støðan er í løtuni. Hetta kemst av, at peningur, ið vit gjalda inn í okkara egna verkfallsgrunn, verður dupultskattaður. Vit rinda skatt av peningi, sum vit fáa úr verkfallsgrunninum. Hetta hevði verið gamaní, um vit ikki longu høvdu goldið skatt av peninginum, ið var settur í verkfallsgrunnin. Tíverri hevur hetta við sær, at tað loysir seg hjá Fíggjarmálaráðnum, um limir í fakfeløgunum fara í verkfall, tí dupultskattaði verkfallspeningurin fer beinleiðis í almenna kassan. Hetta er undir ongum umstøðum í lagi. Eg havi áður víst á hetta málið. Stutt eftir, at tað varð tikið upp í Starvsmannafelagnum, varð eitt líknandi mál lagt fyri Løgtingið. Av tí sama gjørdi eg ikki meira við tað tá. Men har vildi meirilutin tíverri ikki tosa um lógaruppskotið. Mær vitandi varð uppskotið beint í eina nevnd, og har hvarv tað. Ein slík dupultskattaavtala millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hevði verið sera gevandi fyri okkara limir. Tískil ætli eg mær at taka hetta upp aftur og varpa ljós á tað. Umsorgarnardagar. Umráðandi er, at vit fáa eitt alment orðaskifti um hetta málið. Er talan um pening, arbeiðsorku ella okkurt heilt triðja? Hví er hetta ikki langt síðani komið fyri í Løgtinginum? Tað hendir mangan, at fólk hava nýtt alla sína frítíð og møguligar frídagar fyri at taka sær av sínum nærmastu, ið hava tørv á umsorgan. Hetta er sera óheppið. Tí meti eg tað vera umráðandi at varpa ljós á hesi viðurskifti, so vit fáa sett eina hóskandi skipan í verk á hesum økinum. Skal eitt mál loysast, má tað takast fram og tosast um tað. Eitt er so heilt givið, at Saman standa vit sterk, og saman kunnu vit mynda okkara arbeiðspláss og eitt framtíðar Føroyar fyri øll. Tólmennini koma, men vit skulu stýra teimum Tann 9. mars er nevndarval, og eg standi fyri vali. Eg bjóði meg fegin fram aftur sum umboð í nevndini næstu trý árini. Tá eg stillaði upp fyrstu ferð, vóru míni hjartamál tey lægst løntu og annars limarøkt sum heild. Batar eru framdir innan limarøktina, men tá talan er um tey, sum liggja niðast á løngarstiganum, haldi eg, at ein góður biti er eftir, til vit eru komin á mál. Verði eg afturvald, verður hetta eitt av málunum, eg fari at leggja stóra orku í. Annað mál er førleikamenningin. Stundum verður varskógvað Tólmennini koma, og satt er tað, tey eru væl á veg í hami sum talgildu Føroyar. Nógv arbeiðspláss eru við at talgilda flestu arbeiðsuppgávur, og roknast má við, at brúk ikki verður fyri eins nógvum arbeiðshondum til sama arbeiði frameftir. Innan okkara starvsøki kann væntast, at talgildingin fer at føra við sær sonevndar effektiviseringar nógvastaðni, men fyrst og fremst á skrivstovunum. Starvsfólk innan hesi økini koma uttan iva at standa fremst fyri at merkja broytingarnar. Sum felag kunnu vit sjálvandi ikki standa hendur í favn, tvørturímóti skulu vit gera okkurt við tað. Í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið er áseting um, at starvsfólk á øllum stovnum skulu hava møguleikan at førleikamenna seg. Eg vil virka fyri, at Starvsmannafelagið setir eina kanning í verk, sum lýsir, hvussu hesin parturin av avtaluni verður hildin á øllum okkara sáttmálaøkjum innan land og kommunur. Vit í felagnum eru annars støðugt á varðhaldi, og við mær í nevndini fara vit eisini at halda eyga við, at hesin setningurin, eins og aðrir, verður hildin. Uppgávan er at síggja til, at limirnir við førleikamenningini eru skikkaðir at taka við nýggju uppgávunum, sum umskiftið ósvitaliga fer at føra við sær. Royndirnar vísa, at nýggja tøknin krevur arbeiðsmegi bæði til at seta hana í verk og til at halda henni viðlíka. Eg var og vitjaði eitt skjalasavn í Noregi síðsta summar, har tey vóru í ferð við at talgilda tað, sum áður var gjørt við hond. Tað, ið onkur kanska hevði stúrt fyri, helt ikki, tí brúk er fyri øllum hondum nú og nógv ár fram í tíðina, siga tey. Hóast góðar søgur og góð tíðindi mugu vit fyri alt í verðini ikki vera bláoygd. Royndirnar vísa okkum nevniliga, at almennu arbeiðsgevararnir altíð eru skjótir at finna sonevndar lættar loysnir, tá tað snýr seg um at spara krónur her og nú. Dugnalig starvsfólk eru jú trygdin fyri, at mest og best fæst fyri givnu krónurnar til dygdargóðar almennar tænastur. Í øllum lítillætni tori eg at halda uppá, at vit sum umsita hesar tænastur, eru í grundini tey, sum vita mest og best, hvussu tær best kunnu veitast. Tá tað er sagt, er sera umráðandi, at okkara fólk fáa loyvi at vaksa við uppgávunum, og at førleikamenningin sleppur at virka, sum hon eftir sáttmálanum eigur. Tað vil eg strangliga virka fyri. Vil myndugleikin ikki halda avtaluna, má boðskapur okkara vera stuttur og greiður: Vit spæla ikki við! Lønarspurningurin er eitt stórt og umráðandi mál, og lønin skal sjálvandi fylgja við øktu førleikunum. Lægstu lønarflokkarnir eiga at verða strikaðir, og fólk eiga at flytast upp í hægri flokkar, samstundis sum møguleikar skulu skapast fyri hægri lønarflokkum. Fari at stríðast fyri góðum úrslitum Eg eri 41 ár, útbúgvin radiomekanikari og havi arbeitt sum medicoteknikari á Landssjúkrahúsinum síðani juli 2007. Eri sera glaður fyri mítt starv og mítt arbeiðspláss, og ikki minst mínar góðu starvsfelagar. Eg eri í fleiri nevndum á Landssjúkrahúsinum, eitt nú samstarvsnevndini á Tænastudeplinum og í høvuðssamstarvsnevndini fyri alt Landssjúkrahúsið. Eisini eri eg virkin álitismaður fyri Tænastudepilin. Eg eri hugaður at taka við nýggjum hugsanum og eri erligur og jaligur av lyndi. Eg eri sera áhugaður í fakfelagsarbeiði og vil stríðast fyri teimum rættindum, limirnir hava vunnið sær. Eisini haldi eg, at vit skulu tora at seta krøv til arbeiðsgevaran. Eg bjóði meg fram sum valevni til nevndina í Starvsmannafelagnum, tí eg havi stóran áhuga í fakfelagsarbeiði. Her eru nøkur mál, sum eg fari at arbeiða fyri: Tað var eitt stórt frambrot, tá arbeiðsvikan í 2003 lækkaði úr 40 niður í 39 tímar, men í Danmark lækkaði arbeiðsvikan longu í 1990 niður í 37 tímar. Nú er tíðin komin, har vit mugu standa saman um at fáa arbeiðsvikuna enn longur niður. Standa vit saman við okkara limum, náa vit langt, og stríðast vit enn harðari fyri okkara fakfelag, koma vit eisini á mál við okkara hugskotum. Kappingarføri innan tað almenna Vit, sum arbeiða innan fyri tað almenna ella kommunala økið, vita, at stovnurin skal spara. Hetta hoyra vit næstan hvørt ár, tá fíggjarlógin verður løgd fram. Tá hugsa vit: Er tað meg, tað gongur út yvir nú? Vit hugsa eisini, hvat nú skal niðurleggjast, hvør skal hava uppgávurnar, og ikki minst, hvør skal renna skjótari fyri somu løn. Tað er heilt greitt, at tann privati geirin liggur altíð upp á lúr eftir at yvirtaka uppgávurnar hjá tí almenna. Tí skulu vit altíð vera kappingarfør innan okkara øki og duga at effektivisera. Men lønin má fylgja við, so tað privata ikki yvirtekur okkara øki. Hvør einstakur arbeiðstakari er áhugaður í at fáa góða løn, og sjálvandi skulu vit hava tað, sum vit hava uppiborið. Tí er neyðugt at endurskoða lønina og lønarflokkarnar. Ávísir fakbólkar hava staðið í stað leingi, og ávísir limir við somu grundleggjandi útbúgving eru flokkaðir ólíka. Sum limir hava vit stóran týdning fyri arbeiðsplássini í Føroyum. Tað eru vit, sum eru tilfeingið hjá arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, sum gera arbeiðið. Tað eru vit, sum stríðast dagliga, men vit mugu stríðast enn meira fyri okkara løn og halda rimmar fast við vunnin rættindi. Lønarhækking hvørt fimta ár Eftir sjey árum á arbeiðsmarknaðinum er ein komin til hægsta lønarstig. Eg fari at arbeiða fyri, at okkara limir skulu hava eitt ískoyti eftir hesi sjey árini. Til dømis kundi ein lønarhækkan verið fimta hvørt ár. Tað er ikki virðiligt at víga sítt lív til arbeiðsplássið í 20 ár ella longri, og lønin stendur í stað eftir sjey árum. Førleikamenning verður ikki gjørd í nóg stóran mun við tí ferð, sum stovnar verða talgildir. Tað nyttar ikki, at arbeiðsplássið útvegar ta nýggjastu útgerðina, um starvsfólkið ikki verður førleikament samstundis. Tað er týdningarmikið, at hvør einstakur arbeiðstakari hevur møguleika fyri at menna seg innan fyri sítt fak. Eisini eitt felag fyri tey ungu Eg eri í yngra endanum av limaskaranum hjá Starvsmannafelagnum. Tá eg byrjaði at arbeiða, var eingin ivi, at í fakfelag skuldi eg, tí styrkin liggur í, at vit eru mong, sum standa saman. Eg meti tað vera ein framíhjárætt sum ung at gerast partur av einum so sterkum felagi og vera við til at lyfta arvin víðari. Men hetta er við at broytast. Eg hoyri alsamt fleiri og fleiri siga: nei, í fakfelag tíma tey ikki. Tey vilja nógv heldur eiga tær krónurnar sjálvi. Mítt hjartamál er, at tað at vera í fakfelag, at kenna ábyrgd og at standa saman, aftur verður ein dygd, sum verður høgt mett, serliga millum ung. Starvsmannafelagið eigur eisini sín part í hesum. Felagið má eisini vera har fyri sínar yngru limir, og fyri tey, sum eru á veg út á arbeiðsmarknaðin. Vit mugu minna tey á, hvaðan tey koma frá, og hvat omma ella abbi teirra stríddust fyri. Tað er tørvur á at brýna virðini, sum Starvsmannafelagið byggir á, og at fortelja hetta til tey yngru og komandi ættarliðini, soleiðis at limatalið verður støðugt og vaksandi. At stríðast liggur til slagið Eg vil gjarna bjóða meg fram sum títt umboð í nevndini í Starvsmannafelagnum. Hví? Jú, tí eg vil fegin taka eitt tak og gera mítt til at menna felagið enn meira við mínum hjartamálum og royndum. Eg eri uppvaksin á Glyvrum. Politikkur og lokalt virksemi hevur merkt mín uppvøkstur. Omma mín, Maria á Sýnini, var saman við mongum øðrum ein av undangongukvinnunum í Kvinnufelagnum á Glyvrum, og hon setti í sínari tíð saman við øðrum barnagarð á stovn og arbeiddi í mong ár fyri rættindum og betri korum hjá kvinnum. Eg búgvi á Strondum saman við manninum og tveimum børnum. Eri útlærd sum skrivstovufólk á Ríkisumboðnum. Í 2011 fór eg í starv hjá Sunda kommunu og havi seinastu 4 árini arbeitt sum trivnaðarsamskipari. Trívist tú? Eg brenni fyri, at fólk skulu trívast. Arbeiðsplássið er tað staðið, har vit brúka størsta partin av okkara virkna lívi, og tískil er tað alt avgerandi, at ein trívist og mennist í sínum arbeiði. Eg havi verið álitisfólk í 4 ár og eri von við at taka stig og føra verkætlanir út í lívið. Sálarlig heilsa er nakað, sum eg eisini brenni fyri. Eg eri virkin í netverkinum hjá Fólkaheilsuráðnum innan ABC fyri sálarliga heilsu og meti, at hetta er eitt sera hent amboð eisini at taka við inn í Starvsmannafelagið. At vera virkin, vera saman og vera hugbundin er lykilin til eina góða sálarliga heilsu. Hetta er jú alt nakað, ið eigur at vera partur av okkara arbeiðslívi. At vera virkin, vera saman við okkara starvsfeløgum og hava uppgávur, har vit kunnu vera hugbundin og brúka okkara førleikar á ein týðandi hátt. Ert tú við? Kommunali geirin hevur tørv á endurnýggjan í hugburði til lærupláss og eftirútbúgving av starvsfólkum. Eg fari at virka fyri og skumpa undir at fáa fleiri lærlingar settar í starv innan fyrisitingar hjá kommununum. Tørvur er eisini á, at Starvsmannafelagið saman við kommununum bjóðar limum í felagnum møguleikan at eftirútbúgva seg í Føroyum. Talgildi veruleikin krevur, at limirnir fáa møguleikan at menna seg, so vit vera før at lofta verandi og komandi avbjóðingunum. Tað er umráðandi, at tú sum limur kennir, at tú ert við, tá nýggjar uppgávur koma á arbeiðsplássinum. Og um tú ikki kennir teg at kunna vera við, so skalt tú hava møguleika fyri at menna tínar førleikar, soleiðis at tú verður við. Eg vil gjarna geva mítt íkast til nevndina í Starvsmannafelagnum og stríðast fyri, at tú sum limur fert at fáa eitt sterkt, víðfevnandi og nýhugsandi fakfelag, sum í øllum virkar fyri tínum rættindum og áhugamálum. Vel mítt fingramerki Góðu limir, so stundar til aðalfund í Starvsmannafelagnum, har veljast skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir. Eg var uppstillaður á aðalfundinum í 2017, men gjørdist ov stuttur tá. Eg havi verið tiltakslimur seinastu tvey árini og við til onkran fundin, tó bert sum áhoyrari. Eg eri 53 ára gamal, giftur, eigi tvey børn, fýra bonusbørn og fýra abbabørn. Vit búgva í Sumba, har eg eri uppvaksin. Av lyndi eri eg sera treiskur og fari eftir tí, sum eg seti mær fyri av heilum hjarta. Sostatt eri eg eitt upplagt umboð til nevndina. Arbeiðsroyndir Eg var 16 ára gamal, tá eg fyrstu ferð fór til skips. Seinni var eg nøkur ár í arbeiði hjá Landsverkfrøðinginum, nú Landsverk. Í nógv ár arbeiddi eg hjá MT Højgaard sum spreingileiðari og arbeiðsformaður, og har var eg við í nógvum verkætlanum, bæði í Føroyum, Grønlandi og á Sri Lanka. Í 2010 fór eg aftur til skips, hesaferð í oljuvinnuni. Í 2015 byrjaði eg í mínum núverandi starvi sum dekkari umborð á Smyrli. Nevndararbeiði Frá tí eg var um 20 ára aldur, havi eg verið við í nevndararbeiði. Byrjaði í nevndini í Sumbiar Ítróttarfelag og Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð. Í 2012 og aftur í 2016 var eg valdur í bygdarráðið í Sumbiar Kommunu. Her havi eg verið aktivur í teimum ymsu nevndunum í bygdaráðnum. Mær dámar sera væl nevndararbeiði, og sum nevndarlimur í Starvsmannafelagnum hevur ein møguleika fyri at tryggja og bøta um korini hjá limunum á arbeiðsplássinum, í frítíðini og í pensiónstíðini. Hetta er júst nakað fyri meg. Mál Starvsmannafelagið ger eitt megnar arbeiði fyri limirnar. Til hvørjar sáttmálasamráðingar verður arbeitt av øllum alvi fyri at fáa sum mest burtur úr til teir ymsu bólkarnar. Bólkarnir seta fram ynskir til hvørjar samráðingar, tað veri seg lønarhækkan ella onnur viðurskiftir, ið bøtast skal um. Eg fari at nevna nøkur fá ting, ið eg eri kunnaður um, og sum eg meti eiga at skrivast við feitari skrift aftan fyri oyrað til komandi samráðingar. Sjúkraflutningstænastan er ein tann mest týðandi tænastan vit eiga, men lønarliga sær tó ikki soleiðis út. Hesin lutfalsliga lítli bólkur má sigast at vera dottin niður ímillum hinar bólkarnar. Byrjanarlønin er bert góðar 23.000 krónur um mánaðin, og endalønin eftir sjey ára tænastu 26.868 krónur. Henda tænastan eigur at lyftast minst fimm-seks stig upp til eina endaløn á omanfyri 29.000 krónur um mánaðin. Í mun til onnur fáa hesi starvsfólk ikki viðbót fyri vandamiklan ella bráðfeingis flutning. Tað er upplagt, at tey skulu hava hesi uppískoyti, tí tey eru útsett fyri sama vanda. Heldur ikki fáa tey viðbót ella lønarhækking fyri víðari útbúgving, eitt nú sum viðgeri á støði tvey ella sum paramedisinari, ið er ein 31/2 ára útbúgving. Sjálvandi skulu tey eins væl og onnur hava lønarhækking fyri at taka víðari útbúgving. Lønin fyri tilkallivakt er 25 prosent av vanligari tímaløn. Laborantar og onnur fáa enntá 33 prosent av tímalønini. Hví skal hesin munurin vera? Stutt sagt, so skylda vit hesum lívsneyðuga starvsbólki væl betri løn og sømdir fyri teirra megnar arbeiði. Sjófólk Dekkarar á vaktarskipunum Tjaldrinum og Brimli eiga heilt víst eisini at setast upp í løn. Í løtuni liggja teir eitt lønarstig lægri enn til dømis dekkarar á Smyrli. Teir eru líka nógva tíð umborð og hava mangan sera truplar uppgávur at taka sær av. Eitt nú tá ódnirnar herja. Hetta er heilt víst ein bólkur, ið má lyftast upp lønarliga. Skeið Tá tú ert á skeiði í frítíðini, fært tú 7,8 tímar fyri dagin, sum er alt ov lítið. Fyri tað fyrsta missir tú frídagin, og fyri tað næsta er hetta gott og grundiga undirgoldið. Eg kann taka eitt dømi. Um eg sum suðuroyingur skal norðureftir á skeið, má eg mangan frá húsum klokkan fimm um morgunin og eri ikki heima aftur fyrr enn á miðnátt. Heilar 19 tímar, har tú hevur mist frídagin og einans fingið 7,8 tímar fyri skeiðsdagin. Hetta er heilt burturvið. Annaðhvørt má gjaldast 12 tímar fyri skeiðsdagin, ella má frídagurin fáast aftur, og løn fyri 7,8 tímar. Innarlig áheitan Góðu limir. Setið tykkara álit á meg á nevndarvalinum, og eg lovi at arbeiða við lív og sál og seta míni fingramerkir til frama fyri limir Starvsmannafelagsins. Kostnaðarmikið at keypa tryggingar Síðan stovnsetanina fyri tjúgu árum síðan hevur fremsta virki í Samlagstryggingargrunni Starvsmannafelagsins verið at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Grunnurin keypir, sum er, ymsar tryggingar vegna limirnar. til dømis lívstrygging, trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða, og trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúka hjá barni hjá tí tryggjaða. Støðugt verður arbeitt við at betra um og møguliga økja tryggingarnar. Treytin er tó, at hetta skal vera innan fyri tann fíggjarkarm, ið grunnurin hevur at ráða yvir, og at útreiðslurnar ikki økjast, so at grunnurin ikki kann svara hvørjum sítt. Samlagstryggingargrunnurin er bert lítil, men týdningarmikil, partur av samlaða eftirlønar- og tryggingarkonseptinum hjá Starvsmannafelagnum. Av prosentunum, sum fara til eftirlønar- og tryggingargjald hjá tí einstaka, fer hálvt annað prosent í grunnin at keypa ymsu tryggingarnar fyri, og restin fer í persónliga eftirlønarpartin. Samlagstryggingargrunnurin arbeiðir eftir teimum somu prinsippunum sum Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin. Tað vil siga, at øll gjalda eitt ávíst prosentgjald av lønini inn í grunnin, men útgjaldið er tað sama í krónum fyri tann einstaka. Um hetta er rættvíst, ber sjálvsagt altíð til at kjakast um, men júst hetta hevur við sær, at tryggingargjaldið ikki er óneyðuga tyngjandi fyri tær lægru lønirnar. Prosentini, ið verða latin til persónligu eftirlønina, hevur grunnurin einki við at gera. Hvør einstakur ger av, hvussu hann ella hon leggur til rættis egnu skipan sína - um trygging skal vera við í skipanini ella ikki, og hvussu hon - innan fyri núverandi lógarkarmar - skal útgjaldast við fráfaringaraldur. Felagið leggur seg ikki út í, hvønn útgjaldsleist tann einstaki velur, og avtalur um, hvørja skipan ein velur, verða tí gjørdar einsæris millum tann tryggjaða og tryggingarfelagið. Tó ráðgevur felagið limum, tá ið teir hava fyrispurningar, ið snúgva seg um fráfaring og eftirløn. Hóast hvør einstakur kann keypa sær sínar egnu tryggingar og seta tær saman, sum henni ella honum lystir, er eingin ivi um, at fyri nógv okkara er samlagstryggingin eisini ein sera týðandi partur av samlaða tryggingarhøpinum. Hóast grunnurin hevur nógv ár á baki, kann av og á tykjast, sum um vit ikki eru nóg dugnalig at siga frá, hvørjar møguleikar limir hava. Tað kemur tíverri fyri, at limir ikki tykjast vita, at teir eru tryggjaðir, og tí ikki gerast varir við hetta, fyrr enn fyrningartíðin er farin. Heimasíðurnar hjá felagnum og hjá LÍV hava verið nýttar sum kunningarmiðlar, og trygging og eftirløn eru aftrat hesum fastir tættir í útbúgvingini hjá álitisfólkunum. Ásannandi, at grunnurin ikki hevur rokkið øllum enn, arbeiða Samlagstryggingargrunnurin og LÍV støðugt við at økja um kunningina, ið vónandi kann hava við sær, at eingin dettur niður millum. Ein liður í hesum er, at LÍV skipar fyri tiltøkum fyri tey, ið nærkast fráfaringaraldri. Har verður greitt frá lógarverkinum, ið er knýtt at pensjónsskipanunum, og teimum broytingum, ið hava verið seinnu árini. Ymsu útgjaldsmøguleikarnir verða gjøgnumgingnir, og møguligt er at gera avtalur um persónliga ráðgeving. Í fjør varð skipað fyri trimum tílíkum fundum - einum í Leirvík, einum á Tvøroyri og einum í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum. Øll tiltøkini vórðu væl vitjað. Tað er kostnaðarmikið at keypa sær tryggingar, men neyðugt er at hava í huga, hvat fæst fyri peningin, og hvussu støðan hevði verið, um ein ongar tryggingar hevði. Einki er at ivast í, at best hevði verið, um skaðar ikki komu fyri, men tey árini, grunnurin hevur verið virkin, er ikki komið fyri enn, at nakað ár hevur verið uttan skaðar. Í 2018 doyðu tríggir limir, og eisini vóru tvey útgjøld í sambandi við hjúnafelagsveiting. Í fimtan førum vóru útgjøld í sambandi við hættisligar sjúkur, og aftrat hesum er veitt fjúrtan limum gjaldsundantøka. Lokaupphæddin hevur verið partur av skipanini, síðani grunnurin varð settur á stovn. Sambært aðalfundarviðtøku er ásett, at lokaupphæddin skal vera partur av tryggingarskipanini hjá Samlagstryggingargrunninum fram til 2027. Tó verða árini frá 2018 til 2027 nýtt til eina niðurlaging av upphæddunum, ið verða útgoldnar teimum, ið hava nátt pensjónsaldur. Upprunaliga var upphæddin 100.000 krónur, men í niðurlagingartíðarskeiðinum minkar útgjaldið við 10.000 krónum hvørt ár. Útgjaldið varð í 2018 minkað niður í 90.000 krónur og verður í ár 80.000 krónur Í 2019 verður útgjaldið til lokaupphædd nærum 4,5 millión til teir oman fyri hálvthundrað limirnar, ið røkka fráfaringaraldur. Tá lokaupphæddin í 2028 er burtur, fer grunnurin bert á samhaldsføstum støði at keypa ymsar tryggingar vegna limirnar. Aðalfundurin Aðalfundurin hjá Samlagstryggingargrunninum verður hóskvøldið 21. februar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Tá verður møguleiki at tríva í nógvu spurningarnar, ið hava við bæði trygging og eftirløn at gera, eins og grannskoðaði roknskapur grunsins verður lagdur fram. Umboð fyri LÍV verður við á fundinum. Seming og stríðsval Loksins komu vit á mál. Semjan við Fíggjarmálaráðið er í hús; okkara størsta arbeiðsgevara. Ein tungur burður, sum einans bar á mál við miklari mýkjan og tógvari togan og treiskni. Og eftir at semingsmaðurin var komin upp í leikin. Tá høvdu samráðingarnar staðið uppá í nærum hálvan fjóðra mánað. Til reiðar at fara allan vegin Tað verður sagt, at ein samráðing er væl eydnað, um báðir partar eru nøkunlunda líka ónøgdir, tá semjan er rokkin. Vit kunnu ikki svara fyri mótpartin. Men vit eru sjálvandi ikki heilt nøgd, tí vit fingu jú ikki alt tað, sum vit kundu hugsað okkum. Men man fær ongantíð alt. Hinvegin kravdu vit, at úrslitið skuldi vera bæði rætt og rímiligt. Og vit vóru til reiðar at fara allan vegin. Báðir partar fingu og lótu Av tí, at mótparturin, tíverri eftir okkara tykki, ynskti at fáa semingsstovnin uppí, fingu vit einans møguleika at velja ella vraka tað samlaða semingsuppskotið. Hetta var harmiligt, tí tá gluppu fleiri smásemjur okkum av hondum. Men rætt skal vera rætt, semingsmenninir høvdu lívgað báðum pørtum. Eitt nú vóru vit væl nøgd við fyrra árið, sum var betri enn vit høvdu væntað, meðan seinna árið var verri enn vit høvdu vónað. Rætt og rímiligt úrslit Tilsamans fingu vit ein lønarvøkstur á áleið 5,2 prosent yvir tvey ár. Í krónum fyrra árið og prosentum seinna árið. Til sammetingar fingu vit 4,8 prosent seinast. Hetta var neyðugt, og tí mettu vit tað vera bæði rætt og rímiligt. Bulurin í felagnum, tey sum teljast millum tey lægri miðalløntu í samfelagnum, millum annað skrivstovufólkini, fingu ein munandi lønarvøkstur á útivið 800 krónur og tilsamans yvir bæði árini ein vøkstur á omanfyri 6 prosent. Hetta var neyðugt, og tí mettu vit tað vera bæði rætt og rímiligt. Eftir fleiri ára stríð eydnaðist eisini loksins at fáa ein bachelorstiga fyri limirnar í Starvsmannafelagnum, so at tað ikki longur finst nakað b-lið fyri bachelorar. Vandamálið við at fólk útbúgva seg úr felagnum skuldi við hesum verið burtur. Harafturat hevur hetta skapt grundalag fyri, at restin av limahópinum eisini kann flyta seg uppeftir. Lønarloftið er sprongt, so allir bólkar rúmast nú í felagnum. Hetta framtíðartryggjar felagið og tað var bæði neyðugt, rætt og rímiligt. Við so frægum kortum á hondunum hevði tað verið vágið at vrakað semingsuppskotið og koyrt limirnar út í eitt verkfall, har vit kundu tapt meira enn vit vunnu. Tí góðtóku vit semjuna. Aðalfundur við vali Leygardagin 7. mars verður aðalfundur í Smæruni. Val verður til formanssessin og til tveir nevndarsessir. Tveir nevndarlimir takka fyri seg, og vit takka teimum fyri góða samstarvið. Tey eru Bjørg Jacobsen, sum er farin niður í lestrarørindum, og Svend Aage Seloy, sum longu hevur tænt felagnum í trý skeið, og tí ikki kann stilla upp aftur. Tríggir limir bjóða seg fram til teir báðir nevndarsesirnar, øll roynd álitisfólk. Og til formansvalið eru tvey valevni. Tað ber boð um eitt livandi og virkið felag, at fleiri bjóðar seg fram at røkja álitissessir, so takk fyri tað. Í blaðnum kanst tú lesa um hvørji mál, valevnini ætla at arbeiða við. Vit vilja minna á, at til ber at greiða atkvøðu við brævatkvøðu ella á talgildum undanvali frá 16. Februar. Veitsla og vár í luftini Eftir fundin fara vit at hugna okkum saman. Fyrst við vælkomudrykkum og góðum rocktónum frá húsaorkestrinum Klettar, og síðani í veitsluni í Starvsmannafelagshúsinum, har vit grilla heil krov úti í túninum og hugna okkum við góðum felagssangi. Vit gleða okkum at síggja nógv tykkara leygardagin 7. mars, bæði til sjálvan aðalfundin og veitsluna. Mismunarlógin er í eygsjón Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur ætlanir um, at leggja eitt lógaruppskot fram um at forða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur givið sínum embætisfólki boð um at hyggja at lógaruppskotinum, sum skal banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum, og at ætlanin er, at eitt uppsskot skal spyrjast burturúr, sum politiskum meirluti fæst fyri. Vit arbeiða við tí. Tað hevur allatíðina verið tankin, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við Starvsblaðið. Hetta sama kom fram í Degi og Viku í januar, tá ið spurningurin um fastan fráfaringaraldur var uppi og vendi. Undanfarna samgonga legði eitt uppskot til mismunarlóg fram í fjør vár, men stundir vóru ikki at viðgera uppskotið, áðrenn tingið fór til hús. Uppskotið varð millum annað gjørt í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hvussu eitt uppskot til mismunar Roknast má við, at útgangsstøðið verður tikið í uppskotinum hjá undanfarnu samgongu. Vit fara at gera eitt uppskot, sum vit kunnu fáa politiska undirtøku fyri, sigur Helgi Abrahamsen, sum vísir á, at hetta er eitt mál har kryssast má millum skerini. Við hesum sipar landsstýrismaðurin helst til, at lógin í verandi líki leggur upp til at banna mismuni vegna kynsligan samleika og kynsliga sannføring, og at tað kann gerast ein politiskur snávingarsteinur. Føroyar eftirbátur Føroyar eru eitt av teimum fáu norðanlondunum, sum ikki hava eina almenna lóg, sum bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Ein lóg hevur verið á veg í fleiri ár. Sonja Jógvandóttir, uttanflokkatingkvinna, legði av fyrstan tíð eitt uppskot fyri tingið á vári 2017 og aftur á heysti í 2018. Í fjør vár legði táverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, Heðin Mortensen, eitt líknandi uppskot fram. Hesaferð var lógaruppskotfylgibólkur við millum annað umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum var við í arbeiðinum. Uppskotið fall tó fyri tíðarfreistini. Generell verja Endamálið við lógaruppskotinum var at tryggja javnviðgerð og at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. Fakfeløgini hava eftirlýst eina slíka lóg í fleiri ár, men ávís mótstøða hevur verið í politisku skipanini. Í grannalondunum hava almennu mismunarlógirnar víst seg at geva starvsfólki munagóða verju móti ósakligum mismuni, ikki minst viðvíkjandi at fyribyrgja mismuni vegna aldur og brek. Lógin áleggur tildømis arbeiðsgevarunum eina tillagingarskyldu. Teir skulu - innanfyri rímiligt mark - beina fyri forðingum á arbeiðsplássinum, so at fólk við breki, men sum annars eru skikkað, kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti lóg fer at síggja út nú er ikki greitt. ið meira fullfíggjað, og ein politiskur við onnur. Lægri inngjald og hægri útgjald úr ALS Arbeiðsloysisskipanin er somikið væl fyri fíggjarliga, at stýrið nú mælir til at lækka inngjaldið og at hækka útgjaldið. Útgjaldið úr ALS hevur verið óbroytt síðstu átta árini. Nú mælir stýrið til at hækka útgjaldsloftið úr 17.500 krónur um mánaðin upp í 18.500 krónur um mánaðin og at hækka útgjaldsprosentið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum. Eisini mælir stýrið til at lækka inngjaldið við 0,25 prosentstigum, úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent. Tað er Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur sent lógaruppskot og kunngerðarbroyting til hoyringar, millum annað hjá Starvsmannafelagnum. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at stýrið fyri ALS javnan metir um støddina av ALS-gjaldinum, og at stýrið nú metir, at ALS hevur eina nøktandi eginogn at standa ímóti við undir einari búskaparligari afturgongd. Skipanin hevur havt vaksandi avlop á hvørjum ári síðan 2014. Við árslok í 2013 var eginognin slakar 207 milliónir krónur, og við árslok í 2019 var eginognin uml. 910 milliónir krónur Verða broytingarnar framdar, verður mett, at skipanin klárar 4 ár við einum arbeiðsloysi á 10 prosent ella 6-7 ár við einum arbeiðsloysi á 8 prosent. Ein onnur broyting í uppskotinum er, at lógarkravda eftirlønargjaldið framyvir verður lagt omaná útgjaldið úr Arbeiðsloysisskipanini. Hetta er avleiðing av pensjónsnýskipanini frá 1. januar 2019 og fer ikki at ávirka upphæddina, sum hin einstaki fær í arbeiðsloysisstuðli. Tá ið fólk gerast arbeiðsleys, hava tey rætt til arbeiðsloysisstuðul frá arbeiðsloysisskipanini, meðan tey royna at finna sær annað arbeiði. Treytirnar eru tó, at tey lúka ásetingarnar í lóg og kunngerð. ALS hevur tó eina reglu um karantenu, sum er ásett í lóg, sum merkir, at starvsfólk í summum førum kunnu verða rakt av karantenu, so at tey ikki hava rætt til arbeiðsloysisstuðul tær fyrstu 8 vikurnar, roknað frá tí degi setanarliga tilknýtið við arbeiðsgevaran er av. Taka vit støðuna, at arbeiðsgevarin sigur starvsfólk upp, ella talan hevur verið um tíðaravmarkaða setan, so hava starvsfólkini altíð rætt til arbeiðsloysisstuðul beinanvegin, sum setanin endar. Tá verða tey ongantíð rakt av karantenu. Tó fáa øll lógarásettar bíðidagar, sum eru millum 2 og 10 dagar. Í øðrum førum kunnu starvsfólk fáa karantenu. Nær karantenan rakar Í fyrra lagi verða starvsfólk altíð rakt av karantenu, tá ið tey verða burturvíst úr arbeiði orsakað av tænastubroti. Hetta eru tey meira álvarsomu starvsfólkamálini, til dømis stuldur og ólóglig frávera, har fólk verða send heim við ongari uppsagnartíð. Í øðrum lagi er høvuðsreglan eisini, at fólk fáa karantenu, tá ið tey siga seg úr starvi sjálvi. Umstøður á arbeiðsplássinum kunnu tó gera, at tey ikki verða rakt av karantenu kortini. Lógin sigur nevniliga, at hava fólk haldgóðar grundir til at siga upp, sleppa tey undan karantenuni. Spurningurin er so, hvat ið kann roknast sum haldgóð grund, sum ger, at starvsfólkið sleppur undan karantenuni. Lógarviðmerkingarnar nevna eina røð av dømum, sum kunnu koma undir haldgóða grund. Haldgóðar grundir Dømi um haldgóða grund: Vánaligt arbeiðsumhvørvi, ið er íkomið grundað á, at arbeiðsgevarin er farin út um leiðslurætt sín, ella at talan er um, at fysisku karmarnir fyri arbeiðinum, til dømis sjálvt arbeiðsplássið, er heilsuskaðiligt. Likamlig ella sálarlig sjúka, ið verður váttað við læknaváttan. Vantandi lønarútgjalding. Vanliga verður kravt, at seinkingin er umleið eina viku, og at arbeiðstakarin hevur gjørt arbeiðsgevaran kunnigan við seinkingina. Hetta eigur at verða gjørt skrivliga. Avgerandi broytingar í setanartreytunum. til dømis at arbeiðsplássið verður flutt, arbeiðstíðin og lønin broytt, lækking í tign og arbeiðsheiti. Meginreglan er, at arbeiðstakarin hevur givið arbeiðsgevara sínum eina skrivliga ávaring um broyttu viðurskiftini, fyri at talan kann verða um uppsøgn við haldgóðari grund. Viðvíkjandi starvsligum broytingum skal talan vera um starvsligar broytingar, sum fara út um tað, sum er rímiligt, at starvsfólkið bara má tola. Í hesum sambandi hevur tað týdning, at starvsfólkið hevur gjørt arbeiðsgevaran varugan við, at broytingin er farin út um mark. Ampa av arbeiðsplássinum Eg vil siga, at eitt tað mest vanliga dømið um, at fólk, ið siga upp, sleppa undan karantenu, er, at tey ikki hava tað gott á arbeiðsplássinum og kanska hava verið sjúkrameldað orsakað av umstøðum á arbeiðsplássinum, sigur Sylvia í Køk, málsviðgeri. Tá hevur tað til dømis týdning, at starvsfólkið við læknaváttan kann skjalprógva, at tað hevur havt ampa og sjúkrafráveru vegna vánaligar arbeiðsumstøður og tí ikki hevur sær aðra loysn enn at siga upp. Talan kann vera um likamliga ella sálarliga sjúku, og skal hetta vera við tilráðing frá lækna, sigur málsviðgerin hjá ALS. Í hesum viðfangi minnir hon tó á, at tað ikki ber til at fáa arbeiðsloysisstuðul, um tú ert sjúkrameldaður, tá ið setanin endar. Tað er nevniliga ein treyt, at fólk skulu vera tøk og arbeiðsfør fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul. Eru tey ikki longur sjúkrameldað, hava tey rætt til arbeiðsloysisstuðul alt fyri eitt. Tað er ALS, sum metir um málini við støði í lógini, og starvsfólkið skal prógva, at haldgóðar grundir eru fyri uppsøgnini. Verður tú arbeiðsleys/ur eftir at hava sagt teg úr starvi, skalt tú skjalprógva og lýsa umstøðurnar nærri í sambandi við uppsøgnina og grundgeva fyri, at tú hevði haldgóða grund til at siga starvið frá tær. Karantenan longd Fyri fimm árum síðani varð ALS-lógin broytt, so at karantenan hækkaði úr 4 vikum upp í 8 vikur. Endamálið við lógarbroytingini var at senda út ein boðskap um, at tað ikki skal bera til at siga seg úr starvi fyri at fara í ALS, uttan haldgóða grund. Herðingin skuldi forða fyri, at fólk nýta ALS sum millumstøð, tá ið tey bara vilja skifta arbeiði, og eggja fólki til at loysa sínar trupulleikar á arbeiðsplássinum heldur enn at siga upp. Tað skal tí ikki vera alt ov lætt at fáa stuðul frá ALS. Eisini var endamálið at avmarka útreiðslurnar hjá ALS og at fyribyrgja, at fólk gerast langtíðar arbeiðsleys. Arbeiðsskaða av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi Endurgjald: Hóast nógv skal til, so kann sjúka elvd av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi verða viðurkend sum vinnusjúka við rætti til endurgjald. Síðani nýggja lógin kom, sum gav hesi rættindi, hava verið um 10 mál av hesum slagi. Higartil hevur ein persónur fingið endurgjald. Vanlukkutryggingarráðið, ið umsitur tryggingarskipanina, heldur, at tørvur er á meiri kunning um møguleikan. Í mong ár hevur borið til at fingið endurgjald fyri varandi kropsligan arbeiðsskaða, men ikki fyrr enn frá 2010 hevur borið til at fingið endurgjald fyri varandi arbeiðsskaða, har orsøkin er vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tá er talan um arbeiðsskaða, ið kemur undir bólkin, ið kallast vinnusjúka. Strong krøv Tað skulu tó rættiliga ítøkilig prógv førast fyri, at arbeiðsskaðin er íkomin av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Eitt nú er tunglyndi í sjálvum sær ikki nóg mikið til at fáa viðurkent hetta sum varandi arbeiðsskaða ella vinnusjúku. Tað skal meira til enn tað. Orsøkirnar kunnu til dømis vera stór sálarlig krøv, lítil ella eingin stuðul á arbeiðsplássinum, trong evstamørk og stórt arbeiðstrýst. Talan kann eisini vera um ógvuliga stórt sálarligt trýst frá sera krevjandi brúkarum og hartil vantandi stuðul frá leiðsluni á arbeiðsplássinum. Í Føroyum er tað Føroya Vanlukkutryggingarráð, sum viðger slík mál. Áðrenn eitt mál kann verða viðgjørt har, skal ein læknafaklig meting gerast, sum Pál Weihe, serlækni í arbeiðsmedisini og samfelagsmedisini, vanliga tekur sær av. Tilburðirnir kunnu vera ymiskir, men oftani er tað soleiðis, at sjúklingurin hevur upplivað ágang á arbeiðsplássinum, sum kann hava elvt til posttraumatiska strongd. At viðkomandi hevur kent seg baktalaðan, útifrystan ella á onkran hátt miskrediteraðan, vísir serlæknin á. Formaður í Vanlukkutryggingarráðnum er Henrik Møller, sorinskrivari. Hann vísir á, at tað er trupult at fáa staðfest sálarligar trupulleikar sum arbeiðsskaða ella vinnusjúku, tí tað mugu ikki vera onnur viðurskifti, sum onkursvegna kunnu vera orsøkin til sálarligu sjúkuna. Eitt nú um tað finst sálarsjúka í familjuni, fer hetta altíð at viga tyngri sum orsøk til sjúkuna, enn at seta tað í samband við vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi og staðfesta tað sum orsøk. Tað ber til at fáa staðfest, at ein vinnusjúku er íkomin orsakað av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi, sum endurgjald kann fáast fyri, men tað er rættiliga torført, sigur Henrik Møller. Síðani lógin kom í gildi í 2010, hava vit viðgjørt umleið 10 mál. Bert í tí eina førinum er sjúkan beinleiðis sett í samband við vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi og hevur givið rætt til endurgjald, sigur Henrik Møller. Tørvur á meiri kunning Sorinskrivan heldur, at tørvur er á meiri kunning um møguleikan at fáa endurgjald fyri vinnusjúku vegna vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hann heldur tað vera upplagt, at fakfeløgini seta fokus á hetta. Pál Weihe heldur, at tað átti at verið lættari at boðað frá slíkum arbeiðsskaðum og vísir til eina skipan, sum grønlendska CA bjóðar. Har ber til at boða frá møguligum arbeiðsskaðum elektroniskt gjøgnum heimasíðuna hjá grønlendska arbeiðseftirlitinum. Tosa við læknan um støðuna. Um tú fert til lækna viðvíkjandi sjúkrafráveru, ið kann hava samband við umstøðurnar á arbeiðsplássinum, eigur tú at umrøða við læknan, hvørt talan kann vera um arbeiðsskaða við rætti til endurgjald. Hetta er galdandi bæði viðvíkjandi kropsligari og sálarligari sjúku. Fáa læknar og tannlæknar í sínum arbeiði varhugan av, at sjúkligur hevur vinnusjúku, sum til dømis kann standast av vánaligum sálarligum arbeiðs umhvørvi, hava teir skyldu at boða Vanlukkutryggingarráðnum ella øðrum avvarðandi eftirlitsstovni frá hesum. Fyrsta stigið er ofta, at læknin biður arbeiðsmedisinaran kanna viðurskiftini nærri. Dátuverndarlóg: Lógin um persónsupplýsingar skal takast av, og í staðin skulu vit fáa eina nýggja dátuverndarlóg. Hetta er ein lóg, sum er gjørd við støði í felags evropeisku dátuverjuskipanini, GDPR, sum er felags lógarverkið hjá ES-londunum. Føroyar skulu hava eina nýggja dátuverjulóg, og tað skal vera við fyrimynd í felags lóggávuni hjá ES, teirri sonevndu GDPR-skipanini. Tað hevur samgongan gjørt av, og er lógaruppskot til nýggja dátuverndarlóg lagt fyri løgtingið. Persónstrygd og góðkenning sum triðjaland Samgongan hevur tvinnanda endamál við at seta nýggja lóggávu í verk á persónsupplýsingarøkinum. Fyri tað fyrsta er endamálið at betra um verndina av persónsupplýsingum, sum ferðast í stríðari streymi enn áður millum fólk, teldlar, fartelefonir og teldur. Í ES-londunum er persóndátulóggávan samskipað í eina dagførda felags evropeiska dátuverjulóggávu, og tað er við fyrimynd í hesi lóggávu, at vit nú fáa eina dátuverndarlóg. Endamálið við at leggja seg upp at ES-skipanini er harafturat at tryggja, at ES framhaldandi kann góðkenna Føroyar sum trygt triðjaland, tá ið talan er um at flyta persónsupplýsingar millum lond. Tað merkir, at borgarar, fyritøkur og almennir myndugleikar í ES frítt kunnu flyta persónsupplýsingar úr ES til góðkenda landið, uttan at hetta krevur serstakt loyvi ella fráboðan. Og góðkenningin av Føroyum skal endurskoðast aftur í seinasta lagi 25. mai í ár. Somu meginreglur, men ábyrgdin er broytt Sambært lógarviðmerkingunum fer Dátuverndarlógin ikki at broyta sjálva beinagrindina í verandi persónsupplýsingarlóg, sum er frá 2001. Meginreglurnar og viðgerðarreglurnar verða tær somu. Hinvegin verða grundleggjandi broytingar viðvíkjandi, hvussu ábyrgdin av viðgerðini verður skipað, hvussu leikluturin hjá Dátueftirlitinum skal vera, og viðvíkjandi revsingini fyri brot á lóggávuna. Vit kundu við øðrum orðum sagt, at reglurnar fyri viðgerð av persónsupplýsingum stórt sæð verða óbroyttar, men at sjálv skipanin, t.v.s. ábyrgdin av, at reglurnar verða hildnar, eftirlitið við lógini og revsingin fyri at bróta lógina, verður broytt. Arbeiðspláss fáa størri ábyrgd Nýggja lógin leggur upp til, at dátuábyrgdarin og dátuviðgerin fáa størri ábyrgd av at tryggja eitt nøktandi verndarstøði, og at lógin verður hildin. Dátuábyrgdarin er eitt nú leiðslan á einum stovni ella fyritøku, ið viðger persónsupplýsingar, og dátuviðgerin er til dømis teldufólkið ella teldufyritøkan, sum leiðslan hevur at hjálpa sær í hesum sambandi. Stutt sagt verður farið frá eini skipan, har Dátueftirlitið millum annað hevur havt undaneftirlit og góðkenning av viðgerð av persónsupplýsingum, til eina skipan, har til dømis arbeiðsplássini sum dátuábyrgdarar í størri mun sjálvi heilt frá byrjan skulu tryggja og ansa eftir, at upplýsingar ikki verða viðgjørdar ólógliga. Arbeiðsgevarin (dátuábyrgdarin) skal meta um váðan í viðgerðini av persónsupplýsingum og við støði í hesi váðameting gera av, hvørji trygdartiltøk eru neyðug á arbeiðsplássinum. Eisini skal hann til dømis gera eitt yvirlit yvir viðgerðir, sum kunnu nýtast til eftirlit seinni. Leikluturin hjá Dátueftirlitinum broytist Samstundis sum høvuðsábyrgdin av, at lógin verður hildin, verður løgd yvir á arbeiðsgevarar og aðrar dátuábyrgdarar, verður leikluturin hjá Dátueftirlitinum broyttur. Reglurnar um at boða Dátueftirlitinum frá viðgerð av persónsupplýsingum og um at fáa viðgerðarloyvi til ávísar viðgerðir, verða settar úr gildi. Hetta hevur við sær, at Dátueftirlitið í staðin fyri at nýta orku til fráboðanir og at meta um, hvørt ein viðgerð er í samsvari við lógina, áðrenn viðgerðin verður sett í gongd, skal nýta sína orku til millum annað eftirlitsvitjanir og seinni kanna, um reglurnar eru fylgdar. Umframt at eftirlitið verður umskipað, skal Dátueftirlitið leggja størri dent á at kunna um dátuverndarøkið, millum annað búgva dátuábyrgdararnar út til at kunna umsita lógin. Dátuverndarfólk Nýggja lóggávan fer at seta nýggja krøv til tey, sum fáa ábyrgdina av at umsita lógina. Og sum nakað nýtt skulu dátuábyrgdararnir tí í summum førum tilnevna dátuverndarfólk. Dátuverndarfólk hava til uppgávu at ráðgeva og vegleiða dátuábyrgdara og dátuviðgera um øll viðurskifti viðvíkjandi dátuverndini. Kommunur og landið skulu altíð hava dátuverndarfólk, sum kann sammetast við eitt slag av trygdarumboði ella álitisfólki á dátuverndarøkinum. Privatir dátuábyrgdarar skulu eisini hava dátuverndarfólk, tá ið teirra kjarnuvirksemi er skipað yvirvøka av fólki ella umfatandi viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum. Herd revsing og sektaruppskot Ein onnur stór broyting er, at revsingin fyri at bróta lógina skal vera nógv harðari enn í dag. Revsingin skal vera fyribyrgjandi ella ræðandi, sum skrivað stendur í lógarviðmerkingunum. Lógbrot skulu revsast við sekt upp í 6 mánaða fongsul. Tað eru 4 mánaðir eftir galdandi lóg. Víst verður til rættarvenju í Evropa og í Danmark, har Datatilsynet hevur latið politinum fleiri mál, har lagt verður upp til sektir á 1,2 milliónir krónur fyri brot, ið higartil hava givið millum 2.000 og 25.000 krónur í sekt. Sum nakað nýtt skal Dátueftirlitið fáa heimild at boða frá sektaruppskotum. Hetta hevur við sær, at Dátueftirlitið í málum, sum eru einføld og uttan próvlig ivamál, kunnu boða viðkomandi, sum hevur brotið lógina, frá fyrisitingarligum sektaruppskoti. Viðkomandi kann tá velja at taka við uppskotinum. Noktar hann ella hon, fer málið í rættin. Uppskotið til Dátuverndarlógina varð lagt fyri løgtingið við ársbyrjan. Málið varð framvegis til viðgerðar, tá ið Starvsblaðið fór til prentingar. 28 feløg, stovnar og onnur hava gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið til dátuverndarlóg, sum liggur í løgtinginum í løtuni. Dátueftirlitið ger vart við, at nógv og týðandi viðurskifti í uppskotinum ikki eru nóg væl viðgjørd, samstundis sum lógaruppskotið í ov lítlan mun tekur atlit til serføroysku viðurskiftini. Dátueftirlitið tekur ikki undir við, at stovnurin ikki longur skal geva loyvi til ávísar viðgerðir. Dátueftirlitið sigur, at royndirnar hjá stovninum vísa, at dátuábyrgdarar sjáldan hava skil á trygdini o.ø. fyrstu ferð, teir eru í sambandi við Dátueftirlitið, sum vísir á, at tað er ein trygd í verandi skipan: Dátueftirlitið fær samband við dátuábyrgdaran, áðrenn brot verða framd, heldur enn aftaná, sum lógaruppskotið leggur upp til. Fyribyrging virkar betur enn revsing í einum so lítlum samfelag, sum Føroyar eru. Og talið av dátuábyrgdarunum er heldur ikki so ræðandi stórt, at ikki ber til at umsita persónsupplýsingaøkið væl á henda hátt, metir Dátueftirlitið. Her er við øðrum orðum stórur munur á Føroyum og evropeiskum londum við nógvum milliónum íbúgvum. Starvsmannafelagið ivast eisini í, um tað er ráðiligt at seta eina skipan í verk, sum ikki longur setur krav um viðgerðarloyvi frá Dátueftirlitinum frammanundan. Starvsmannafelagið eftirlýsir dokumentatión fyri, at verandi skipan við undangóðkenningum ikki virkar nøktandi. Mælt verður til at taka fyrilit fyri føroyskum viðurskiftum og royndum, tí tað kann vera munur á stórum og smáum londum á hesum øki. Dátueftirlitið metir ikki, at tørvur er á heilt nýggjari lóggávu. Stovnurin vísir á, at evropeiska lóggávan verður eftirmett í næstum, og mælir frá, at seta eina skipan í verk í Føroyum, áðrenn greitt er, hvussu GDPR hevur roynst í verki. Sáttmálasamráðingarnar Mangir eru leikirnir í drúgvum talvi. Tá ið Fíggjarmálráðið og Starvsmannafelagið settu sínar undirskriftir á sáttmálan fyri sáttmálaskeiðið 2019 til 2021, hendi hetta eftir drúgvar og harðar samráðingar í hálvan fjórða mánað. Her er ein myndafrásøgn. Samráðingarnar byrjaðu í Starvsmannafelagnum 17. oktober í fjør. Síðani hittust partarnar við jøvnum millumbili. Fundir vóru hildnir í Starvsmannafelagnum og Portugálinum í Tinganesi. Sum fráleið sást, at tað var ov langt millum partarnar og krøvini, og fríggjadagin 17. januar - tríggjar mánaðir eftir at samráðingarnar byrjaðu - sendi Fíggjarmálaráðið boð eftir Semingsstovninum. Eftir at partarnir høvdu latið semingsmonnunum Terja Sigurðsson og Símuni Absalonsen sítt tilfar, byrjaðu innleiðandi samráðingarnar mikudagin 22. januar. Møguleikar og grundarlag vórðu kannað, og týsdagin 28. januar byrjaði semingin so. Mikukvøldið 29. januar fingu partarnir handað eitt semingsuppskot, sum teir skuldu svara í seinasta lagi dagin eftir kl. 13. Undir semingini hittust partarnir í hølunum hjá Semingsstovninum í Losjuni í Havn og á Hotel Hafnia. At byrja við sótu partarnir hvør sær, men undir sjálvari semingini sótu teir eisini saman. Endin var at báðir partar søgdu seg kunna góðtaka semingsuppskotið til nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2019 til 30. september 2021. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum vitjaði felagið Ávirkan: Lóg móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, fastur fráfaringaraldur og dagføring av starvsmannalógini. Hetta vóru nøkur av málunum, ið vóru á skránni, tá Starvsmannafelagið hitti landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum í heyst. 24. oktober var nýsett landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum og vitjaði Starvsmannafelagið. Felagið bjóðaði Helga Abrahamsen inn á gólvið, so at nevndin og umsitingin í felagnum kundu sleppa at heilsa upp á nýggja landsstýrismannin við arbeiðsmarknaðarmálum. Á fundinum fekk felagið høvi at greiða frá nøkum av sínum hjartamálum, sum krevja politisk átøk; mál, sum felagið vónar at fáa undirtøku fyri í politisku skipanini og heitti á landsstýrismannin um at taka upp. Við sær hevði hann tvey av sínum nærmastu embætisfólkum í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, Herálv Joensen, aðalstjóra, og Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa. Lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum Á fundinum komu vit inn á lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, sum undanfarni landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum legði fyri løgtingið, men sum fall fyri tíðarfreistini. Eitt uppskot, sum Starvsmannafelagið vónar, at Helgi Abrahamsen fer at taka upp aftur og leggja fyri tingið, har eftir øllum at døma stór undirtøka er fyri, at Føroyar fáa somu lógarverju móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum sum onnur norðurlond. Royndirnar aðrastaðni hava víst, at lógirnar móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum eittnú hava havt jaliga ávirkan, tá ið tað ræður um at fyribyrgja mismuni vegna aldur og brek á arbeiðsmarknaðinum. Ein generell mismunarlóg er eitt breitt ynski frá fakfeløgunum, og eisini arbeiðsgevarasíðan hevur tikið undir við hesum. Starvsmannafelagið vísti á, at arbeiðið - sum millum annað fór fram í einum fylgibólki, umboðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum - var komið væl áleiðis, tá ið uppskotið strandaði í løgtinginum seinasta vár. Heitt varð á landsstýrismannin um at taka málið upp aftur, so at alt fyrireikingararbeiðið ikki fer til spillis, og Føroyar enda sum eftirbátur á javnstøðuøkinum í norðurlondum. Les meira um tað nýggjasta í málinum á síðu 4. Starvsmannalógin avoldað Starvsmannafelagið heitti eisini á landsstýrismannin um at virka fyri, at starvsmannalógin verður dagførd, so at føroyskir starvsmenn (funktionerar) fáa tíðarhóskandi starvsfólkaverju og starvsfólkarættindi. Lógin er stórt sæð ikki broytt, síðani hon kom fyri stívliga 60 árum síðani, og er afturúrsigld sammett við donsku starvsmannalógina, sum hon er sprottin úr. Lógin hevur onga verju móti ósakligari uppsøgn, sum hevði havt týdning fyri nógvar starvsmenn Helgi Abrahamsen, landsstýris- maður við arbeiðsmarknaðarmálum. Í heyst var hann boðin á fund við nevndina og umsitingina í Starvsmannafelagnum saman við sínum nærmastu embætisfólkum. í privata sektorinum. Lógin hevur einki viðurlag fyri ósakliga uppsøgn. Lógini manglar millum annað ásetingar, sum verja starvsfólk í tíðaravmarkaðum størvum, og krøvini fyri at koma undir lógina hava heldur ikki fylgt tíðini. Felagið ávaraði hinvegin staðiliga ímóti at gera broytingar, sum kunnu gera rættindini hjá starvsmonnum verri. Víst varð til orðingina í samgonguskjalinum: Arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk, skulu javnsetast, tá umræður sjúkradagar. Felagið hevur varhugan av, at talan er um sama uppskot, sum Fólkaflokkurin hevur lagt fyri løgtingið, og sum hevði merkt, at summir starvsmenn høvdu mist rættin til løn undir sjúku og máttu tikið til takkar við dagpengum. Á fundinum við Helga Abrahamsen varð ávarað ímóti at skerja rættindi hjá starvsfólki og at broyta reglurnar um rættin til løn undir sjúku, uttan at hetta verður viðgjørt væl og virðiliga og í eini størri heild, soleiðis sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava mælt til. Fastur fráfaringaraldur Á fundinum var ætlanin hjá samgonguni um at broyta fasta fráfaringaraldurin eisini umrødd. Víst varð til orðingina í samgonguskjalinum: Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi. Eisini í hesum sambandi mælti Starvsmannafelagið til, um samgongan ætlar at broyta fasta fráfaringaraldurin á almenna arbeiðsmarknaðinum, at hugt verður at skipanini sum heild. Verða einans reglurnar fyri tænastumenn og sáttmálasett hjá landinum broyttar, so verða reglurnar fyri alment sett starvsfólk ymiskar fyri landið og kommurnar, har fráfaringaraldurin er frá 67 árum og uppeftir. Hetta er sera óheppið, og vil samgongan broyta skipanina, eigur at verða hugt at skipanini við føstum fráfaringaraldri sum heild, vísti Starvsmannafelagið á. Fundurin við Helga Abrahamsen var góður. Landsstýrismaðurin lovaði at lurta, men gav eingi lyftir. Sum felag fara vit áhaldandi at gera okkara ávirkan galdandi eisini í hesum málunum. Broytingar og samstarv í brennideplinum Medávirkan: Rætturin hjá starvsfólki at verða tikin við upp á ráð, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum, er ein hornasteinur í kollektivu avtaluskipanini. 2019 var eitt ár, har hesi sáttmálavunnu rættindini av álvara vóru í fokus. Tað er ein partur av einum nútímans arbeiðsplássi, at leiðslan hevur skyldu at taka starvsfólkini við í tilgongdina, tá ið bygnaðarbroytingar ella aðrar týðandi broytingar verða gjørdar á arbeiðsplássinum. Leiðslan hevur leiðslurættin, men hevur tó skyldu at taka starvsfólkini við í tilgongdina, tá ið broytingar henda. Í sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum er hendan samstarvsskyldan beinleiðis staðfest í sáttmálunum. Tað vísir seg kortini, at tað er eingin sjálvfylgja, at reglurnar verða hildnar á arbeiðsplássunum. Kanningar, Starvsmannafelagið hevur gjørt millum álitisfólkini, hava givið eina rættuliga greiða ábending um, at leiðslan ofta loypur álitisfólkini um. Við øðrum orðum: Tað lekur millum teori og praksis. Starvsmannafelagið hevur tí avgjørt at seta ljóskastaran á samstarvsskylduna, og kom hetta í ljósmála á ymiskan hátt í 2019. Stovnsleiðarar á fundi Saman við okkara sáttmálaparti, Fíggjarmálaráðnum, skipaði Starvsmannafelagið í juni fyri felags temadegi, har yvirskiftin var, hvussu vit tryggja, at starvsfólkini verða tikin við í broytingum. Hetta varð avtalað í sáttmálasemjunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sum ein viðurkenning av, at fokus má setast á týdningin av samstarvsskylduni. 130 álitisfólk og stovnsleiðarar hjá landinum vóru við á evnisdegnum, sum varð hildin í Smæruni. Danski leiðsluráðgevin og høvundurin Bo Vestergaard helt fyrilestur um, hvussu tryggjast kann, at starvsfólkini verða tikin við, tá ið broytingar verða gjørdar. Royndirnar vísa, at avgerðir, tiknar í samstarvi við starvsfólkini, eydnast dupult so væl sum avgerðir tiknar í sjálvdrátti. Lutfallið, har starvsfólkini verða tikin við, er 8:10, men lutfallið, har tey verða hildin uttanfyri, er einans 3:10, vísti Vestergaard á. Aftaná var pallborðskjak millum álitisfólk og stovnsleiðarar (myndin omanfyri). Á fundinum var breið semja um, at sáttmálaásetingarnar eiga at verða hildnar. Og at best er, at álitisfólkini - sum umboð fyri starvsfólkini - verða tikin við í broytingartilgongdina so tíðliga sum til ber; júst sum starvsfólkapolitikkur landsins sigur. Álitisfólkafundirnir Eisini á álitisfólkafundunum hjá felagnum, sum eru tvær ferðir um árið, hevur samstarvsskyldan og leikluturin hjá álitisfólkunum í sambandi við broytingar verið í fokus. Á junifundinum greiddi Dánjal Højgaard, løgfrøðingur, frá rættinum hjá starvsfólkunum, at verða kunnað og hoyrd. Hesi rættindi verða staðfest í sáttmálunum og í starvsfólkapolitikki landsins. Og á novemberfundinum hevði Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari á SEV, framløgu um, hvussu starvsfólk heilt ítøkiliga kunnu geva sítt íkast og taka lut í broytingartilgongdini. Eisini avbjóðing aðrastaðni Eisini í altjóða høpi var høvi at umrøða avbjóðingarnar við samstarvsskylduni. Hetta hendi á ráðstevnuni hjá norðurlendska fakfelagssamtakinum NSO á LO-háskúlanum - ella Konventum, sum tað eitur í dag - í Helsingør 20. og 21. august. Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hevði framløgu um avbjóðingarnar av samstarvsskylduni og vísti millum annað á úrslitið av kanningini millum føroysku álitisfólkini, sum varð kunngjørt í Starvsblaðnum í 2018. Á ráðstevnuni kom fram, at nógv av londunum dragast við somu trupulleikar. Víst varð á týdningin av, at fakfeløgini áhaldandi varpa ljós á og viðgera samstarvsskylduna. NSO stendur fyri Nordiske Statstjenestemenns Organisation. Tað er felagsskapur hjá fakfeløgunum, sum skipa starvsfólk hjá tí almenna í Finnlandi, Norra, Svøríki, Danmark, Føroyum og Íslandi. Flogternurnar fingið egnan sáttmála Starvsmannafelagið hevur ongan kollektivan sáttmála fyri flogternurnar hjá Atlantic Airways longur. Fakfelagið hjá flogternunum, Súlan, gjørdi í desember økissáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Samstundis varð avgjørt, at limasáttmálin, sum Starvsmannafelagið hevur havt á økinum, fór úr gildi 1. januar 2020. Flogternurnar komu upp í Starvsmannafelagið í januar 2016. Tær vildu síðani skipa seg í samstarvi við danska fakfelagið, Flybebranchens Personale Union. Tær tóku seg úr Starvsmannafelagnum, sum síðani segði sín økissáttmála upp 1. november 2018. Sáttmálin helt tó fram sum ein limasáttmáli eitt ár afturat, t.v.s. ein sáttmáli, ið bert var galdandi fyri limir. Nú Súlan hevur fingið kollektivan sáttmála fyri økið, er limasáttmálin hjá Starvsmannafelagnum samstundis farin úr gildi, og Starvsmannafelagið hevur sostatt ongan leiklut longur sum sáttmálapartur á arbeiðsøkinum hjá flogternunum í Atlantic Airways. Álitisfólkadagarnir eru fastur táttur á skránni hjá Starvsmannafelagnum. Umframt grundskeiðini fyri nýggj álitisfólk, sum eru annaðhvørt ár, verður skipað fyri tveimum álitisfólkadøgum um árið, har øll álitisfólkini í felagnum eru innboðin. Á álitisfólkadegnum verða ymisk evni viðgjørd. Har eru fakligar framløgur, bólkaarbeiði og kjak um aktuell arbeiðsmarknaðar- og fakfelagsmál. Fundurin í juni Fyrri álitisfólkadagurin var mikudagin 12. juni. Av tí at Smæran var leigað út til annað endamál, varð dagurin hildin í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Formaðurin kunnaði um virksemið í felagnum og greiddi síðani frá fyrireikingunum til sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum skuldu vera seinni á árinum. Sáttmálakrøv vórðu umrødd, og kjak var um ymsar spurningar. Álitisfólkafundur í Smæruni 27. november í fjør. Kári Petersen, búskaparfrøðingur, greiddi frá fíggjarstøðuni í landinum og frá útlitunum. Eisini lýsti hann, hvør í samfelagnum serliga hevur fingið ágóða av búskaparvøkstrinum. Dánjal Højgaard, løgfrøðingur í Starvsmannafelagnum, greiddi frá rættinum hjá álitisfólkum at verða tikin við upp á ráð, tá ið avgerðir verða tiknar á arbeiðsplássinum. Líka frá tí, at fólk verða sett í starv, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum, og til fólk verða søgd úr starvi. Til endans greiddi Regin Berg, stjórmálafrøðingur, frá arbeiðinum við kjarnumálum hjá Starvsmannafelagnum í valárinum 2019. Regin samskipaði verkætlanina, sum hevði til endamáls at varpa ljós á løntakaramál, sum Starvsmannafelagið hevur ynskt at seta á dagsskránna, og at fáa politisku flokkarnar at taka upp. Fundurin í november Seinni álitisfólkadagurin var í Smæruni 27. november. Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru byrjaðar um hetta mundið, og tí var allur fyrraparturin settur av til hetta evnið. Álitisfólkini vórðu kunnað um gongdina í samráðingunum, krøv vórðu umrødd, og kjakast varð um møguleikar. Eftir døgurða hevði Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari á SEV, fyrilestur um, hvussu starvsfólk kunnu taka lut í arbeiðinum, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Við tað at samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru byrjaðar var seinasta evnið á álitisfólkadøgunum í november ein lýsing av løgfrøðiligum møguleikum og av­ bjóðingum, um tað ikki skuldi borið á mál við samráðingunum. Sigmund Poulsen, advokatur, helt fyrilestur undir yvirskiftini Sáttmálaslit, seming og stríðsstig. Tjaldursmálið í gerðarrættinum Manningin hevði rætt til yvirtíðarløn fyri 18 av teimum 30 tímunum, sum fóru út um vaktarskiftið og inn í frívaktina, tá ið Tjaldrið var og hjálpti til við at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í juli 2017. Starvsmannafelagið stevndi Fíggjarmálaráðnum fyri Gerðarrættin við kravi um, at menninir skuldu fáa yvirtíð/serliga samsýning fyri allar 30 tímarnar, sum fóru inn í avspákingartíðina (frívaktina) hjá monnunum hendan vanlukkudagin. Fíggjarmálaráðið og Vørn høvdu bjóðað samsýning fyri 15 tímar, t.v.s. helvtina av arbeiðstíðini, ið fór út um vaktarskiftið. Gerðarrætturin staðfesti, at sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum hevur onga áseting um sokallað vaktarbrot - sum sáttmálarnir hjá yvirmonnunum hava - tá ið vaktarskip vera seinkað orsakað av bjarging/sleipi, og arbeiðið heldur fram inn í avspákingartíðina hjá monnum. Tað er ein skipan, har serlig samsýning/úrtíðargjald verður latið fyri meirarbeiði, tá ið menninir í slíkum føri arbeiða meira enn 12 tímar um samdøgrið. Hetta kallast vaktarbrot, grundað á, at arbeiðstíðin umboð vanliga er skipað sum 12-12, t.v.s. hvíld í 12 tímar og arbeiði í 12 tímar. Verður arbeitt meira, gevur tað serliga samsýning. Við tað at sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum onga áseting hevur um vaktarbrot, kundu menninir ikki fáa fyri meira enn 12 tímar pr. samdøgur, metti rætturin. Sostatt fingu teir 12 fyri tað fyrsta samdøgrið og 6 fyri teir seks tímarnar, sum bjargingin strekti seg inn í tað næsta samdøgrið. Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum skal sjálvandi ikki vera verri enn tann hjá manningarfeløgunum. Tískil hevur eitt av sáttmálakrøvunum nú í vetur verið, at manningarnar, ið ganga eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, eisini fáa skipanina við yvirtíð fyri vaktarbrot, so at manningarnar verða javnsettar, tá ið tær bróta vakt, til dømis í sambandi við bjarging. Í semjuni frá 30. januar er komin ein áseting um vaktarbrot, sum svarar til ásetingarnar í sáttmálanum hjá manningarfeløgnum. Várfundurin fyri álitisfólk var hildin í Kongshøll. Fundurin í november Seinni álitisfólkadagurin var í Smæruni 27. november. Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru byrjaðar um hetta mundið, og tí var allur fyrraparturin settur av til hetta evnið. Álitisfólkini vórðu kunnað um gongdina í samráðingunum, krøv vórðu umrødd, og kjakast varð um møguleikar. Eftir døgurða hevði Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari á SEV, fyrilestur um, hvussu starvsfólk kunnu taka lut í arbeiðinum, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Við tað at samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru byrjaðar var seinasta evnið á álitisfólkadøgunum í november ein lýsing av løgfrøðiligum møguleikum og avbjóðingum, um tað ikki skuldi borið á mál við samráðingunum. Sigmund Poulsen, advokatur, helt fyrilestur undir yvirskiftini Sáttmálaslit, seming og stríðsstig. Kári Petersen, búskaparfrøðingur, lýsir fíggjarstøðuna og útlitini. Tey fáa sær ein bita í Starvsmannafelagnum á álitisfólkadegnum í november. Álitisfólkadagurin er eitt gott høvi at hitta onnur álitisfólk. Sigmund Poulsen, advokatur, greiðir frá, hvør støðan er, tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki kunnu semjast, og arbeiðssteðgur verður lýstur. Tryggingarfelagið LÍV í 2019 2019 varð eitt hendingaríkt ár fyri Tryggingarfelagið LÍV. Inngjøldini til eftirlønir og tryggingar vaks meira enn 10% í mun til 2018. Økta inngjaldið gav møguleika fyri at lækka umsitingarkostnaðin fyri samlagstryggingar 3. árið á rað. Felagið hevur í 2019 økt um íløgurnar í føroyska samfelagið og hevur eisini lagt seg eftir at gera íløgur í grøna og varandi orku. Íløgur Avkastið av eftirlønarsamansparingini er týðandi partur av einari eftirlønarskipan. Fyri at fáa so gott og støðugt avkast av samansparingini miðar felagið eftir at hava eina so góða spjaðing av íløgunum sum gjørligt. Hetta verður gjørt fyri at verja seg fyri møguligum niðurgongdum á fíggjarmarknaðinum. Í talvuni niðanfyri sæst avkastið frá 2012 til 2019 fyri ymisku íløgubólkarnar hjá kundum við marknaðarrentu. Sum tað sæst, fingu kundar tilskrivað millum 2,67 og 6,87% í avkastið í 2019. Ítøkiliga avkastið er tengt at, hvørjum íløgubólki kundans uppsparing liggur í. MR háíløgubólkurin inniheldur uppsparingina hjá teimum, sum hava meira enn 10 ár til eftirlønaraldur (57 ár ella yngri). MR lágbólkurin inniheldur uppsparingina hjá teimum, sum hava nátt eftirlønaraldur (67 ár). Teir kundar, sum hava ein aldur millum 57 og 67 ár, fáa eitt vektað avkast av MR há og MR lág. Í 2019 vóru tað serliga partabrøvini og virkislánsbrøv, sum hálaðu avkastið uppeftir. Tað vóru eisini tey, sum í 2018 vóra atvoldin til eitt negativt avkast í 2018. Gongdin vísir týdningin av at hava eina góða spjaðing á íløgusamansetingini. 2019 varð merkt av, at renturnar hildu fram at lækka. Lága rentan hevur smittað av á peningastovnarnar, sum alt fleiri eru farnir at taka negativa rentu av innláni. Í sambandi við eina møguliga negativa rentu av eftirlønaruppsparing mæla vit fólki til at eftirkanna hesi viðurskifti. Um viðskiftafólkini hjá LÍV hava eftirlønaruppsparing hjá øðrum veitarum, ber til at samla hesar uppsparingar hjá LÍV. LÍV tekur onki umsitingargjald fyri hesar eftirlønirnar, um kundin hevur eina aktiva eftirlønaruppsparing hjá LÍV. Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við LÍV, um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi. Felagið hevur seinnu árini gjørt alt fleiri íløgur í Føroyum. Hetta verður gjørt, tí at væntaða avkastið stendur mát við váðan, og tí at LÍV vil hava, at størri partur av eftirlønarsaman sparingini skal menna og stuðla upp undir føroyska búskapin. Samtakið hevur eisini veitt bústaðarlán til Bústaðir, soleiðis at Bústaðir fær høvi at víðka um bústaðarmøguleikarnar í Føroyum. Seinastu árini hevur LÍV samtakið gjørt íløgur í fleiri verkætlanir á grøna økinum. Nevnast kunnu hesi økir: Vindmylluverkætlan saman við MAGN í Flatnahaga Íløga í felagið Greenstream, sum mennir tøkni til at minka um oljunýtsluna hjá serliga flutningsskipum Íløgur í varandi orkuverkætlanir saman við fleiri norðurlendskum og altjóða eftirlønarfeløgum. Til ber at síggja allar íløgurnar, felagið hevur gjørt, á heimasíðu felagsins. Yvirlitið verður dagført árligt. Sum ein fylgja av hækkandi tryggingarinngjøldum og støðugum rakstrarkostnaði hevur nevndin í LÍV lækkað umsitingarkostnaðin fyri eftirlønarskipanir við bonusi - herundir samlagstryggingarnar hjá eftirlønargrunninum hjá Starvsmannafelagnum. Fyri 2019 er umsitingargjaldið lækkað frá 5% av bruttoinngjaldinum til 4%. Hetta er 3. árið á rað, at nevndin í LÍV hevur valt at lækka umsitingarkostnaðin, soleiðis at jaliga gongdin kemur viðskiftafólkunum hjá LÍV til góðar við góðum og kappingarførum tryggingum. Fyri 2020 hevur felagið økt um dekningarnar fyri ávísar hættisligar sjúkur. Dagførda yvirlitið, sum fær virknað frá 1. januar 2020, sæst á heimasíðuni hjá LÍV. Í 2019 hevur LÍV samtakið fingið eftirlønar- og samlagstryggingaravtalur við fleiri feløg og virkir. Tilgongdin av nýggjum kundum er eitt gott grundarlag fyri einum styrktum og samhaldsføstum felagsskapi, sum ætlandi kemur kundum okkara til góðar við góðum og kappingarførum treytum. Felagið fegnast um tilgongdina og takkar við skiftafólkum fyri tað álit, sum er víst felagnum. Í 2020 arbeiðir felagið við at menna eina nýggja kjarnuskipan, sum ætlandi fer at geva fleiri og betri møguleikar at økja um tænastustøðið og at betra um samskiftismøguleikarnar við kundar og samstarvspartar. Ein partur av hesari verkætlan er at menna verandi kundaportal, soleiðis at viðskiftafólkini fáa enn betri innlit í síni eftirlønar- og tryggingarviðurskifti. Starvsmannafelagið við talgildari limahandbók Betri ráðgeving: Sum fyrsta fakfelag í landinum kom Starvsmannafelagið fyri jól við eini vegleiðing til sínar limir um rættindi og skyldur á arbeiðsplássinum. Limahandbókin er talgild og finst á heimasíðu felagsins. Hon verður útbygd so hvørt, og felagið vónar, at vegleiðingin fer at styrkja samlaðu ráðgevingina hjá felagnum. Hvat skalt eg upplýsa í eini starvssamrøðu? Hvør er støðan í sambandi við barsil og sjúku? Hvat er royndartíð? 120 daga reglan? Tíðaravmarkað starv? Ávaring? Limirnir í Starvsmannafelagnum hava hópin av spurningum um síni rættindi og skyldur á arbeiðsplássinum, og dag og dagliga venda fólk sær til skrivstovuna at fáa ráðgeving um leyst og fast; alt frá løn, yvirtíð, broytingum á arbeiðsplássinum og mangt annað. Upplýsing á einum stað Trupulleikin er, at vit í Føroyum hava lítið skrivligt upplýsandi tilfar at vísa limunum á. Fíggjarmálaráðið hevur vegleiðingar um serstøk viðurskifti, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina vegleiðing um starvsfólkaviðurskifti, ið teirra limir hava atgongd til. Og summi størri arbeiðspláss sum Landssjúkrahúsið, Almannaverkið og summar kommunur hava vegleiðingar til síni starvsfólk. Men einki ávíst stað hevur verið, har limirnir í Starvsmannafelagnum hava kunnað leita sær upplýsingar um síni starvsfólkaviðurskifti. Tað er hetta, sum nú verður broytt við nýggju vegleiðingini hjá Starvs mannafelagnum um starvsfólkaviðurskifti. Nú hevur felagið fingið savnað viðkomandi skrivligar upplýsingar á einum stað, sum limirnir sjálvir kunnu leita fram, tá ið teir hava tørv á tí. Útbygd stigvíst Starvsmannafelagið hevur fyrr givið út limahandbók. Tað er eini 15 ár síðani, og tá var bókin í pappírsformi. Nýggja limahandbókin er talgild og liggur á heimasíðuni hjá felagnum. Vegleiðingin verður útbygd stigvíst, og er tað fyrsti parturin, sum nú verður givin út. Byrjað verður við teimum mest eftirspurdu evnunum, og handbókin verður dagførd so hvørt og verður størri og fjølbroyttari við tíðini. Vegleiðingin um starvsfólkaviðurskifti kemur ikki í staðin fyri persónligu ráðgevingina frá felagnum. Limirnir fara framhaldandi at hava tørv á at seta seg í samband við felagið fyri at fáa hjálp, men ætlanin er, at handbókin skal vera eitt ískoyti til ráðgevingina, har limirnir sjálvir kunnu seta seg nærri inn í viðurskiftini. Á tann hátt fer limahandbókin at styrkja samlaðu limaráðgevingina. Hetta er ein ætlan, sum hevur verið í umbúna í nøkur ár. Felagið fegnast um, at ætlanin loksins er blivin til veruleika, og vónar, at handbókin verður limunum til holla vegleiðing. Soleiðis brúkar tú vegleiðingina Brúkaravegleiðing: Sum orðið sigur, er limahandbókin fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Les um, hvussu tú sum limur skjótt og lætt kemur í gongd við at nýta handbókina Logga inn á heimasíðuni Limahandbókin er fyri limirnar hjá Starvsmannafelagnum og er ein undirsíða á heimasíðuni hjá felagnum. Limirnir í felagnum (verandi limir) hava fingið sendandi brúkaranavn og loyniorð. Nýggir limir fáa brúkaranavn og loyniorð sendandi í kunningarbrævinum, sum allir nýggir limir fáa sendandi. Hevur tú sum limur í Starvsmannafelagnum ikki fingið brúkaranavn og loyniorð, verður tú biðin um at venda tær til felagið fyri at fáa atgongd. Tað ber eisini til at venda sær til felagið fyri at fáa broytt loyniorðið. Far inn á heimasíðuna og logga teg inn á teigin Limahandbók. Tveir vegir til upplýsingarnar Komin á forsíðuni í Limahandbókini eru tað tveir vegir at finna upplýsingarnar, tú leitar eftir. Um tú hevur eitt leitiorð, kanst tú royna teg á leitiskipanini (1) høgrumegin. Hin møguleikin er at leita gjøgnum innihaldsyvirlitið. Júst sum í eini bók kanst tú her leita teg fram til tær røttu upplýsingarnar. Alt eftir um tað hevur samband við starvssetanina, viðurskifti, sum eru meðan tú ert í starvi, ella um tað hevur okkurt at gera við, at tú skalt úr starvi. Tú klikkir teg so at siga niður gjøgnum skipanina - til rætta svarið. Navigera í skipanini Teir tríggir høvuðspartarnir eru skipaðir í kapitlar, sum so aftur hava undirkapitlar. Á tann hátt kanst tú sjálv/ur leita tað fram, sum tú sóknast eftir - við at klikkja teg niður ígjøgnum skipanina. Dømi: Tú hevur ættleitt barn og vilt nú vita, hvørji rættindi tú hevur til barsilsløn eftir sáttmálanum. Tú byrjar á forsíðuni og fert inn í partin Tá ið tú ert í starvi og trýstir síðani á kapittulin Barsilsfarloyvi. Haðani kanst tú klikkja teg á Rættindi eftir sáttmálanum, har tú so finnur ein part um ættleiðingarforeldur. Innihaldsyvirlitið vísir, hvar tú í løtuni ert stødd/staddur í limahandbókini, grøni teigurin. Vilt tú flyta teg upp aftur til høvuðskapittulin um Barsilsfarloyvi, trýstir tú á annan av hesum teigunum omanfyri. Vilt tú enn longur upp, til høvuðspartin Í starvi, trýstir tú á teigin omanfyri. Vilt tú aftur til forsíðuna, trýstir tú á grøna búmerkið Vegleiðing um starvsfólkaviðurskifti. Kjarnumál og løgtingsval Starvsmannafelagið valdi sær 6 kjarnumál upp undir løgtingsvalið 2019. Hóast málini ikki síggjast aftur í samgonguskjalinum, fer Starvsmannafelagið áhaldandi at royna at fáa politisku skipanina at taka undir við málunum. Eins og til løgtingsvalið 2015 valdi Starvsmannafelagið sær nøkur kjarnumál, sum felagið varpaði ljós á og royndi at fáa politiska undirtøku fyri í valárinum 2019. Í 2015 vóru 12 kjarnumál. Í fjør vóru tey seks. Tað var nevndin, ið saman við baklandinum í felagnum, álitisfólkunum, ið valdi málini. Hetta vóru mál, sum hava týdning fyri korini hjá limunum. Mál, sum ikki hoyra til sáttmálasamráðingarnar, men eru treytað av undirtøku í politisku skipanini. Politikarar kjakast um kjarnumálini á almennum pallborðsfundi, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri í valstríðnum. Kjarnumálini í 2019 vóru: At stytta arbeiðsvikuna við lóg niður í 37 tímar At fáa greiðari mørk millum arbeiðstíð og frítíð At skipa viðurskiftini betur fyri fólk, sum arbeiða niðursetta tíð At skipa viðurskiftini betur fyri starvsfólk í tíðaravmarkaðum størvum At fáa politisku skipanina at raðfesta førleikamenning og vaksnamannaútbúgving fremri og at játta peningin, ið krevst til hetta endamál At fáa politisku skipanina at raðfesta og játta pening at útvega og almannakunngera dagførdar upplýsingar og greiningar um arbeiðsmarknað og løntakarakor. Við almennum kjakfundi og blaðútgávu varpaðu vit ljós á tey seks kjarnumálini, og politisku flokkarnir tóku støðu til málini í valstríðnum. Verkætlanin vísir, at flestu flokkarnir - teir, sum untu okkum eitt svar - vóru ikki so ósamdir við okkum. Hóast onkur mál, sum til dømis 37 tíma arbeiðsvikan, blivu partur av valstríðnum, so eydnaðist tað ikki at fáa nakað av kjarnumálunum við í samgonguskjalið. Tað gjørdi tað í 2015. Tað er stórt spell, tí har eru so nógv góð og viðkomandi mál. Alt mál, sum ikki á nakran hátt skuldu havt nakran politiskan lit, og tí kundi ein borgarlig samgonga fult so væl sum ein vinstra- ella miðpolitisk samgonga arbeitt við málunum. Munurin millum verkætlanina í fjør og til næstseinasta val var, at í 2015 vóru vit nærum einsamøll. Í fjør var hópurav felagsskapum, ið bjóðaði seg fram. Kappingin um at fáa politikararnar á tal var gróthørð. Kjarnumálini verða tó standandi. Hetta er nakað, sum felagið áhaldandi fer at arbeiða við og at royna at fáa undirtøku fyri. Hetta eru alt týðandi arbeiðsmarknaðarmál, sum hava stóran týdning fyri føroyska løntakaran, serstakliga limirnar hjá Starvsmannafelagnum. Tí verða hetta mál, sum vit eisini í framtíðini fara at viðgera og lýsa og áhaldandi fara at royna at fáa undirtøku fyri í politisku skipanini. Rætturin til medávirkan Starvsmannafelagið hevur áhaldandi fokus á rættindunum hjá starvsfólkum at verða tikin við upp á ráð, tá ið avgerðir verða tiknar á arbeiðsplássunum. At broytingar henda á arbeiðsplássum er nakað, sum vit ikki sleppa undan. Samfelagið broytist støðugt, tøknin broytist, og hetta ávirkar háttin at loysa uppgávurnar. Broytingar kunnu skapa óvissu og ávirka trivnaðin á einum arbeiðsplássi. Kanningar og gransking í grannalondunum hava víst, at fyritreytin fyri, at broytingar hava jaliga ávirkan og ikki skapa mistrivnað, er, at leiðslan er tilvitað um, at trivnaður skal hugsast inn í broytingar, og at starvsfólkið verður kunnað og tikið við frá byrjan í tilgongdini. Hetta eru Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið samd um, og vit hava ásetingar í okkara sáttmálum um álitisfólkaskipan og samstarvsnevndir, sum skulu tryggja, at starvsfólkini veruliga verða tikin við. Síðani kanningar hjá Starvsmannafelagnum fyri nøkrum árum síðani avdúkaðu, at tað lekur millum teori og praksis viðvíkjandi medávirkan á arbeiðsplássinum, hevur hetta verið eitt afturvendandi fokusøki hjá felagnum. Sum lýst aðrastaðni í blaðnum merkist hetta eisini í undanfarna ári við kjaki og fyrilestrum, har evnið varð viðgjørt úr ymiskum sjónarhornum. Bæði heima og uttanlands. Balladan á Umhvørvisstovuni At samstarvsskyldan er eitt mál, sum skal takast í størsta álvara, gekk eisini sjón fyri søgn seinasta summar. 28. juni fór stjórin á Umhvørvisstovuni, Petur Nielsen, til hús við eini fráfaringaravtalu. Hetta hendi bert fáar dagar eftir, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevði givið stjóranum boð um at steðga eini bygnaðarbroyting, hann hevði sett í verk á stovninum stutt frammanundan. Stríðið snúði seg um tvær deildir, sum leiðslan vildi leggja saman. Á tveimum álitisfundum, 21. og 23. mai, vóru álitisfólkini kunnað um ætlanina, sum annars var púra nýggj fyri teimum. Hóast álitisfólkini høvdu nógvar spurningar og viðmerkingar, so varð avgerðin kortini skundað ígjøgnum eftir fáum døgum og varð tikin yvir høvdið á starvsfólkunum. Starvsmannafelagið og onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum mótmæltu hvassliga framferðini, sum vit mettu vera eina reina proformahoyring og beinleiðis í stríð við sáttmálar og almenna starvsfólkapolitikkin. Og at enda mátti landsstýriskvinnan, ið varðaði av Umhvørvisstovuni, leggja seg út í málið. Stjórin fekk boð um at bakka bygnaðarbroytingina aftur og at eftirmeta støðuna. Endin var, at stjórin fór frá. Tað var harmiligt, at stjórin mátti frá, og tað hevði heldur ikki hent, um samstarvsskyldan hevði virkað, sum hon skuldi. Hinvegin skerst ikki burtur, at tað var ein prinsipiellur sigur fyri Starvsmannafelagið og fakfeløgini annars, at staðfest varð, at tað ikki ber til at leypa álitisfólkini um, tá ið bygnaðarbroytingar verða gjørdar á almennum stovnum. Eisini heldur felagið, at hetta er eitt greitt signal til allar stovnsleiðarar um, at sáttmálaásetingar og almennur starvsfólkapolitikkur eru ikki til pynt. Samstarvsskyldan skal takast í ramasta álvara, annars kann tað fáa avleiðingar fyri leiðsluna. Áhaldandi fokus og felags tøk Samstarvið á arbeiðsplássinum, rætturin til hoyring og medávirkan, er ein hornasteinur í kollektivu avtaluskipanini, sum vit sum fakfelag alla tíðina mugu verja og menna. Virkar samstarvið ikki, standa vit eftir við púra ótálmaðum leiðslurætti, soleiðis sum vit kendu hann, áðrenn kollektiva avtaluskipanin var til. Tí fer Starvsmannafelagið eisini frameftir at varpa ljós á týdningin av samstarvinum og fer at halda eyga við, at sáttmálaásetingarnar um samstarv og ávirkan eisini virka í tí veruliga lívinum. Hetta fer eisini at verða gjørt saman við Fakfelagssamstarvinum, sum eru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum Starvsmannafelagið samstarvar við. Samhaldsfasti fær frið Fakfeløgini mótmæltu, og samgongan slepti ætlanini um at draga Samhaldsfasta upp í pensjónsnýskipanina. Beint eftir valið í heyst boðaði borgarliga 14. september samgongan frá, at nýggja samgongan alt fyri eitt fór í holtur við at broyta pensjónsskipanina. Í staðin fyri trý útgjøld, grundarupphædd, viðbót og AMEG (Samhaldsfasti), skuldu vit nú hava eina nýggja skipan. Samhaldsfasti skuldi takast av, og allar tríggjar útgjaldingarnar skuldu leggjast í ein Aldursgrunn, sum skuldi hava tvey útgjøld, har annað gjaldið skuldi vera skattafrítt og hitt skattskyldugt. Fakfelagssamstarvið og Samtak gjørdu skjótt av og mótmæltu hesi ætlan. Samhaldsfasti er ein samhaldsføst skipan, sum arbeiðsmarknaðurin eigur. Hetta er ein grunnur, sum allir løntakarar fáa úr á samhaldsføstum grundarlagi. Hvussu nógv ella hvussu lítið ein hevur goldið inn í grunnin, so fáa øll tað sama. Okkara støða er, at av tí at hetta er ein skipan, ið lønmóttakarin og arbeiðsgevarin gjalda 100% til, ja so eigur júst arbeiðsmarknaðurin grunnin og ikki politiska skipanin. Og tí kravdu vit, at samgongan helt fingrarnar vekk. Um somu tíð, sum vit mótmæltu, mótmæltu pensjónistafeløgini kring landið og Landsfelag Pensjónista. Tá ið samanum kom, mundu vit vera um 30 fakfeløg, sum stóðu saman um at mótmæla politisku ætlanini. Fakfeløgini vildu hava fund við nýggju samgonguna, og hetta varð okkum eftirlíkað. Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og eg sjálvur sum formaður í Starvsmannafelagnum umboðaðu fakfeløgini. Fyri samgonguna vóru landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, og landsstýriskvinnan í pensjónsmálum, Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir. Á fundinum greiddu vit frá støðuni hjá fakfeløgunum. Vit kundu onga trygd fáa fyri, at Samhaldsfasti ikki skuldi nertast. Tó fingu vit lyfti um, at áðrenn endaliga lógaruppskotið varð lagt fyri løgtingið, skuldu feløgini fáa tað til hoyringar ella kunningar. Sama dag, sum uppskotið skuldi leggjast fyri tingið, fingu vit fundarboð frá Jørgeni Niclasen, sum hevði góð boð. Tit hava vunnið. Vit fara í tingið í dag kl. 13 við uppskoti um eina broytta pensjónsskipan, men vit nerta ikki Samhaldsfasta. Hetta var søtur musikkur í okkara oyrum. Vit hava sjálvandi einki ímóti, at okkara pensjónistar fáa meira at liva av, men tað má gerast uttan at taka av eini skipan, sum virkar til fulnar, og sum tey einki eiga í. Verkætlanin Betri lønarhagtøl Tað er at fegnast um, at politiska skipanin, arbeiðsgevarar og fakfeløg standa saman í trípartasamstarvinum um verkætlanina at skipa betri lønarhagtøl í Føroyum. Verkætlanin hevði verið ávegis í nøkur ár, men var ikki komin longur enn tað sama, og tí vildi undanfarna samgonga koma heilt á mál. Partarnir á bæði almennu og privatu arbeiðsgevara- og løntakarasíðuni hava í fleiri ár víst á tørvin á nærri greinaðum lønarhagtølum, og tíbetur vildu fleiri feløg, saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag, stuðla verkætlanini við at fíggja uppstartin og tað fyrsta árið, hon var í gongd. Endamálið við verkætlanini er at greina lønarhagtøl og størri vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin. Hvussu nógvar tímar arbeiða føroyskir løntakarar? Hvat er kostnaðurin av einum arbeiðstíma? Hvat kostar yvirtíðin og eyka ískoyti? Hetta varð alt býtt í vinnugrein, kyn, bústað, aldur, ríkisborgaraskap og almenna og privata geiran. At seta eina so stóra verkætlan í gongd krevur fígging. Fíggjarmálaráðið setti í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 av 1 millión krónur til verkætlanina, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði játtað 200 túsund krónur, og heitt varð sum sagt á fakfeløgini um at vera við til at stuðla. Mett varð, at kostnaðurin fyri at fáa gongd á verkætlanina fyrsta árið fór at verða uml. 1,5 milliónir krónur. Sum skilst, so stuðla fakfeløgini við á leið somu upphædd, sum arbeiðsgevarafelagið stuðlar við. Árligi kostnaðurin fyri skipanina verður mettur at verða á leið 500 túsund krónur, sum frameftir verður fíggjað av fíggjarløgtingslógini. Hagtalsframleiðslan er raðfest á Hagstovu Føroya eftir felags ynski frá fakfeløgum, arbeiðsgevarafeløgum, granskingarmyndugleikum og politiska myndugleikanum. Tey fakfeløg, ið hava staðið saman um og stuðlað verkætlanini, eru: Heilsurøktarafelagið, Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, BLF, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Fysioterapeutfelagið, Ergoterapeutfelagið, Landsfelag Handverkaranna, Maskinmeistarafelagið og YTF. Arbeiðsbólkur og fylgibólkur, mannað við umboðum fyri stuðlarnar, politisku skipanina og serfrøðina, hava verið skipaðir í sambandi við verkætlanina, har Kári Holm Johannesen á Hagstovu Føroya hevur verið verkætlanarleiðari. Slóðbrótandi trípartasamstarv lyftir yrkisútbúgvingarnar Fleiri lærlingar og betri útbúgvingarmøguleikar. Hetta er kjarnin í trípartasemju, sum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini í juni mánað 2019 undirskrivaðu um yrkisútbúgvingarøkið. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava leingi sóknast eftir einum konjunkturútjavnandi samstarvi millum almennar myndugleikar og arbeiðsmarknaðin, sum tryggjar eina støðugari tilgongd av lærlingum eftir nøkrum árum. Trípartasemjan miðar eftir at gera yrkisútbúgvingartilboðið støðugari og yrkisútbúgvingarskipanina lættari at umsita. Eisini skulu støðið og góðskan á útbúgvingunum betrast. Endurskoðaðar og tillagaðar Avtalan sigur, at merkantilu útbúgvingarnar skulu endurskoðast og tillagast tørvinum á arbeiðsmarknaðinum. Í fleiri ár hevur verið spurt eftir møguleikum at taka skúlagongdina á yrkisútbúgvingarstigi í almennari fyrisiting í Føroyum. Í dag senda almennir stovnar sínar lærlingar til Danmarkar, og lærumeistarar hava víst á, at innihaldið í donsku skúlaútbúgvingunum í stóran mun ikki gongur føroyska tørvinum á møti. Tí verður sett á stovn ein útbúgving, har føroysk viðurskifti fylla mest. Til føroyskan tørv Tilgongdin til merkantilu útbúgvingarnar, sum í vavi hava umleið ein triðing av samlaðu lærlingatilgongdini hvørt ár, hevur í nøkur ár havt ymiskar avbjóðingar. Eitt nú hevur tilgongdin til onkrar útbúgvingar verið fallandi, og fyritøkur hava havt trupult við at fáa nóg nógvar lærlingar. Málið við at endurskoða merkantilu yrkisútbúgvingarnar er at fáa innihaldið at samsvara tørvinum hjá vinnuni, eins og at gera tær meira lokkandi og viðkomandi hjá ungum og harvið røkka nýggjum málbólkum, sum tær møguliga ikki gera í dag. Sum eitt úrslit av endurskoðanararbeiðinum, sum varð handað landsstýriskvinnuni á heysti 2018, varð ein arbeiðsbólkur settur við umboðum úr vinnuni, fakfeløgum og skúlum at gera ítøkilig tilmæli til landsstýriskvinnuna, um hvørjum tillagingum av merkantilu útbúgvingunum tørvur er á. Eftir ætlan verða tær endurskoðaðu útbúgvingarnar bodnar út á vári 2020. Fleiri lærupláss og praktikkpláss hjá tí almenna Bæði almenni og privati arbeiðsmarknaðurin hava ábyrgdina av at halda eitt støðugt høgt lærlingatal. Tað almenna kann hava lærlingar í ymiskum yrkjum, har tað mest vanliga er skrivstovulæra í almennari umsiting. Harafturat útbýr tað almenna føðsluatstøðingar og føðsluhjálparar, sum einamest verða útbúnir til almenna geiran at arbeiða á dagstovnum, ellisheimum, sjúkrahúsum o.s.fr. Aðrar útbúgvingar eru eisini møguligar í almenna geiranum. Á sama hátt, sum privati geirin ger semju, sum stuðlar undir eitt støðugari lærlingatal, ger almenni geirin semju um eitt lærlingatal á økjum, har tað almenna er við til at útbúgva yrkislærd. Greinað verður, á hvørjum økjum tað almenna kann útbúgva lærlingar, og síðani verður eitt lærlingatal ásett. Tað almenna ásetir mál fyri, hvussu nógvir lærlingar skulu útbúgvast sum føðsluatstøðingar, føðsluhjálparar, kt-supportarar, skrivstovufólk, o.s.fr. Trípartasamstarv í framtíðini Í Starvsmannafelagnum fegnast vit um, at tað eisini her í Føroyum ber til at gera trípartasemjur á arbeiðsmarknaðinum. Trípartasemjan um yrkisútbúgvingarøkið er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og vóna vit, at hetta bert er byrjanin til fleiri trípartasamstørv á øðrum samfelagsøkjum. Tað kann gagna politisku skipanini, arbeiðsgevararum og fakfeløgum, um trípartasamstørv í framtíðini koma í fastu legu, har partarnir hava regluligar fundir um áleikandi mál á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Avtalað varð, at næsta trípartasamráðing skuldi verða seinast í 2019, men henda samráðing hevur ikki verið enn, so nú vóni eg, at nýggja samgongan heldur geistinum uppi og heldur fram, har slept varð fyri valið. Tá var ætlanin, at landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini skuldu hyggja nærri at, um tað ber til at finna eitt felags stev um vaksnamannalæru. Um politiskar ætlanir um inntriv í verkfalsrættin. Um tann óútrokniliga arbeiðsmarknaðin, 37 tíma arbeiðsviku, tíðaravmarkað størv og eina arbeiðsmarknaðarkanning, sum varpaði ljós á tann óskipaða arbeiðsmarknaðin. Aftur í fjør var ein røð av arbeiðsmarknaðarmálum í brennideplinum. Við teimum seks kjarnumálunum setti Starvsmannafelagið aftur kikaran á mál, sum hava týdning fyri korini hjá føroyska løntakaranum, og saman við 12 øðrum fakfeløgum tók Starvsmannafelagið stig til fyrstu kanningina um tann óskipaða arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Men eisini á annan hátt vóru arbeiðsmarknaðarmál á skránni í 2019, sum fara at síggjast aftur í komandi tíðum. Undantøk og verkfall Verkføllini, sum vóru við árslok 2018 og inn í 2019, fekk onkrar politiskar flokkar at seta orð á, hvussu teir mettu, at arbeiðsmarknaðurin skal verða skipaður, og hvørji rættindir og hvørjar skyldur fakfeløgini skulu hava í eini samráðingarstøðu. Í fullum álvara varð umhugsað at skerja einasta vápnið, fakfeløgini hava nevniliga verkfalsvápnið. Hetta evnið tóku vit upp á einum pallborðsfundi í Smæruni á vári 2019, og eftir fundin kundu vit lukkutíð staðfesta, at neyvan fæst undirtøka fyri hesum millum politisku flokkarnar á løgtingi. Arbeiðsgevarin hevur til eina og hvørja tíð ábyrgdina av, at arbeiðsplássið verður forsvarliga rikið, og at neyðuga arbeiðsorkan er til taks. Tað er ein ábyrgd, sum fakfeløg og starvsfólk ongantíð mugu ella skulu átaka sær. Einki fakfelag fer at seta lív og heilsu hjá starvsfólki í vága, og Starvsmannafelagið tekur ikki undir við at avtala undantøk frammanundan, tí tað gevur arbeiðsgevarunum alt ov stórt vald og dregur tenninar úr einum fakfelag. Um mann gleiðbeintur fer at avtala undantøk áðrenn sáttmálasamráðingar, enda vit við at tøma fakfelagskassarnar, og verkføllini gerast óendalig. Eitt annað evni, ið dúgliga varð kjakast um í fjør, var 37 tíma arbeiðsvika. Hetta var eitt av teimum seks kjarnumálunum, sum Starvsmannafelagið setti á dagsskránna í valárinum 2019. Tað gleðiliga við orðaskiftunum um niðursetta arbeiðstíð er, at eingin politiskur flokkur er ímóti hesum. Tað, sum skilur flokkarnar, er hátturin, tað verður gjørt. Onkur er samdur við okkum, aðrir halda, at spurningurin skal loysast undir sáttmálasamráðingum. At lækka arbeiðstíðina við lóg er tað einasta rætta, tí tá skera vit arbeiðsmarknaðin yvir ein kamb. Soleiðis hava vit gjørt fyrr, og soleiðis eiga vit at gera tað aftur. Um niðursett arbeiðstíð skal keypast og seljast í sáttmálasamráðingum, so verða tað bert feløgini hjá teimum hægst løntu, sum fáa møguleikan. Lág- og miðallønar feløgini hava ongan møguleika fyri at brúka so stóran part av lønarkarminum at seta arbeiðstíðina niður, ikki uttan at frásiga sær lønarhækkan í fleiri sáttmálasamráðingum fram, og tað fer so bara at vaksa um lønargjónna. Prekariatið og tær nýggju barrikadurnar Tað er ein grundleggjandi misskiljing, tá ið sagt verður, at fakfeløg einki hava at stríðast fyri longur, tí at stættarstríðið er avblást. Avbjóðingin hjá fakfelagsrørsluni hevur tvørturímóti ongantíð verið størri enn nú, tí at arbeiðsmarknaðurin er og fer at verða óútrokniligari og ótryggari, enn hann hevur verið leingi. Hetta var høvuðsboðskapurin í 1. maidagsrøðuni, sum eg slapp at halda á Vaglinum 1. mai í fjør. Havnar Arbeiðsmannafelag var vertur, og fari eg at takka fyri álitið. Eitt nýtt hugtak, prekariatið, hevur gjørt innrás á arbeiðsmarknaðinum í vesturheiminum. Nýggju dagleigararnir, verða tey rópt. Fólk í ótryggum og tíðaravmarkaður størvum, har rætturin til løn undir sjúku, barsilsrættindi og rætturin til eftirløn avgjørt ikki eru nøkur sjálvfylgja. Tí er tað ein stór misskiljing, tá ið sagt hevur verið, at stættarstríðið er avblást, og at fakfeløg hava útspælt sín leiklut. Tað er beint tvørturímóti. Ongantíð fyrr hevur tørvurin á, at fólk skipa seg í felag, og at fakfeløgini brynja seg at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, verið størri enn júst nú. Tær gomlu stríðsbarrikadurnar eru ikki burtur. Tær eru bara fluttar, og fakfeløgini hava fingið og fara at fáa nýggj stíðsmót, nýggjar frontar at stríðast á. Hetta stríð sást millum annað aftur í kjarnumálunum, sum Starvsmannafelagið setti á dagskránna í valárinum 2019. Les meira aðrastaðni í blaðnum. Stytt arbeiðsvika, reglur um tíðaravmarkað størv og fólk í niðursettari tíð eru alt dømi um tiltøk, sum vit halda kunnu vera við til at tryggja løntakaranum betri kor og rættindi í komandi broytingartíð. Arbeiðsmarknaðarlóggáva Eitt, sum Starvsmannafelagið stríðist fyri, er, at Føroyar fáa eina arbeiðsmarknaðarlóggávu, sum sømir seg einum framkomnum samfelag. Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at viðvíkjandi lóggávu, sum skal verja føroyska løntakaran, so eru Føroyar myndaliga sagt á einum miðaldarstigi. Løntakararnir í grannalondunum hava fingið ment rættindini á nógvum ymskum økjum, men í Føroyum noyðast vit framvegis at liva við nøkrum fáum og ofta avoldaðum lógum. Royndirnar vísa, at meðan tað gongur bæði skjótt og lætt at geva grønt ljós til at privatisera almennar stovnar, hóast starvsfólkaviðurskifti hanga í leysari luft, so hava teir útvið 30.000 løntakararnir í Føroyum fáar vinir í politisku skipanini, tá ið ræður um at tryggja teimum dagførd rættindi. Rættindi, sum verða sædd sum ein natúrlig sjálvfylgja í okkara grannalondum. Í dag má eg tíverri staðfesta, at tað framvegis er óvist, um Føroyar, sum seinasta landið í norðurlondum, fáa eina so grundleggjandi lóg sum lógarverju móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Ikki minni enn tríggjar ferðir hevur eitt uppskot verið í tinginum um eina slíka lóg, sum hevði verið eitt satt frambrot fyri til dømis fólk við breki og hevði kunnað forðað fyri aldursdiskriminering. Starvsmannafelagið fer áhaldandi at stríðast fyri, at føroysku løntakararnir fáa rættindi og verju á sama stigi sum aðrir norðurlendskir løntakarar. Tí heldur stríðið fram at tryggja limum okkara somu rættindi á javnstøðuøkinum. Arbeiðsmarknaðarkanning Í fjør summar kunngjørdu 13 fakfeløg eina kanning um lønardumping og tann óskipaða arbeiðsmarknaðin. Kanningin avdúkaði viðurskifti í byggivinnuni og hotell- og matstovuvinnuni, sum vit frammanundan mest hava hoyrt søgur um. Í kjalarvørrinum á kanningini fingu vit eitt tiltrongt kjak, serliga um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini. Eisini varpaði kanningin ljós á ivasom viðurskifti í tænastuvinnuni, til dømis viðvíkjandi frítíðarløn, fakfelagslimaskapi og løngjaldingum. Kanningin var sum vera man umstrídd, men eftir mínum tykki var hon neyðug. Og vit fingu varpað ljós og umrøtt mál og viðurskifti, sum annars ofta liggja í bølamyrkri og verða tagd burtur. Eisini avdúkaði kanningin systembrek í eftirlitsskipanum á arbeiðsmarknaðinum, har okkurt má gerast. Vit kunnu fegnast um, at stutt eftir, at kanningin varð kunngjørd, kom fram, at ítøkilig úrslit eru komin burtur úr samstarvi millum Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Politiið og Taks, sum hevur til endamáls javnan at gera ófráboðaðar kanningar av arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. at trygdin, arbeiðs- og upphaldsloyvini hjá útlendingunum og onnur viðurskifti eru í lagi. NSO ráðstevnan. Frælsa norðurlendska avtaluskipanin stendur fyri avbjóðingum úr ES, har arbeiðsmarknaðurin í stóran mun er skipaður við lóg. Seinasta dømið er uppskot um felags evropeiska minstulønarskipan. Hetta segði Magnus Lundberg, løgfrøðingur í svenska TCO, sum er eitt samstarv millum 14 fakfeløg fyri alment sett. Hann var ein av røðarunum á ráðstevnuni hjá Nordisk Tjenestemenns Organisation í Helsingør í fjør. Evopeiska ávirkanin Norðurlendska skipanin við frælsum samráðingum hevur í mangar mátar verið ein sólskinssøga. Hon hevur givið vælferð og støðufesti á arbeiðsmarknaðinum, og skipanin við frælsum samráðingum hevur staðið í andsøgn við viðurskiftini í nógvum londum í Evropa, har arbeiðsmarknaðurin í stóran mun er skipaður við lóggávu. Lundberg vísti á, at norðurlond eru nær knýtt at gongdini í ES. Hann metti tað vera sannlíkt, at frælsa avtaluskipanin fer at verða broytt sum ein avleiðing av broytingum, sum eru hendar ella fara at henda í Evropa orsakað av krøvum og lógarátøkum frá ES. Sjálvræði og tó Lønarviðurskifti eru innlendis national málsøki, sambært ES-rættinum. Tað vil siga, at ES-limalondini Svøríki, Danmark og Finnland kunnu skipa síni arbeiðsmarknaðarviðurskifti sjálvi. Hetta hevur kortini ikki forðað fyri, at ES hevur verið inni á lønarviðurskiftum eisini. Tað er ivingarsamt og ikki gott, sæð frá einum fakfelagssjónarmiði, sigur Lundberg, sum er serfrøðingur í evropeiskum arbeiðsmarknaðarmálum. Sum dømi um ávirkanina úr Evropa nevndi hann eina ætlan um, at kollektivir sáttmálar kunnu gerast tvørtur um landamørk í ES. Eitt annað dømi er rákið við, at sáttmálar, gjørdir í frælsum samráðingum, verða staðfestir við lóg sum eitt tiltak at basa óskipaða arbeiðsmarknaðinum og hjálpa teimum, ið ongan sáttmála hava. Tað eru fyrimunir og vansar við hesum rákinum, metti Lundberg. Lógarásett minstuløn Ein av høvuðsavbjóðingunum fyri norðurlond er ætlanin um eina lógarásetta evropeiska minstulønarskipan. Ein ætlan, sum Ursula Van der Leyen, forkvinnan í ES-nevndini, hevur boðað frá. Tað er ikki endaliga greitt, hvat uppskotið heilt ítøkiliga inniber. Lønarlagið í Europa er alt ov ymiskt til at gera eina felags nominella minstuløn, t.v.s. í krónum og oyrum. Talan verður heldur um eina almenna felags lønarskipan, metti Lundberg. Tvíeggjað svørð Tað góða við ætlanini um eina felags lønarskipan er, at tað kann tryggja starvsfólki í láglønarlondum betri sømdir. Hesum skulu vit hava samhuga við og stuðla. Hinvegin er spurningurin, hvussu nógv av sjálvsavgerðarættinum vit kunnu lata frá okkum. Hvørjum kunnu vit liva við? Hetta er ein tvístøða, segði svenski fakfelagsmaðurin, sum metti, at skipanin við minstuløn kann fara at órógva frælsu avtaluskipanina hjá norðurlondum, sum eru ES-limir. Vandi er fyri, at tað verður okkurt slag av eftirlitsskipanum, sum norðurlond, ið eru limir í ES ella hava avtalur við ES, mugu venja seg við. Og tað verður ein øðrvísi háttur at skipa lønarviðurskiftini, enn vit hava kent higartil. Vit hava verið í sambandi við ES-nevndina fyri at fáa meira at vita um innihaldið í lógarátakinum. Tað er tó eingin ivi um, at tey vilja okkum væl og ikki vilja oyðileggja nakað fyri okkum. Steinur oman á byrðu Vandin við gongdini er, at frælsið og sjálvræðið verða skerd. Fakfeløgini í Norðurlondum hava færri og færri sameind í Europa, tí alt fleiri lond eru farin til at lógarregulera síni arbeiðsviðurskifti. Tað merkir, at rúmið, har fakfeløg og arbeiðsgevarar í ES-londum kunnu handla og gera avtalur frítt, tódnar støðugt. Hann leggur afturat, at samstundis sum avbjóðingar koma úr Bruxelles, hava fakfeløgini í Europa mist limir, og tað ger, at feløgini standa veikari. Tey hava mist makt. Hetta kemur sum steinur oman á byrðu, nú feløgini skulu gera manngarð um avtaluskipanina, sum søguliga hevur verið ein sera góð og væleydnað arbeiðsmarknaðarskipan. Kjak Eftir framløguna var kjakfundur, har umboð fyri fakfeløg, almennar arbeiðsgevarar og ES-kommissiónina tóku lut. Har vórðu viðkomandi spurningar viðgjørdir, millum annað hvussu kunnu fakfeløg vera við til at tryggja arbeiðstakarum javnrættindi øðrumegin og samstundis ikki selja sítt frælsi og norðurlendsku avtaluskipanina hinumegin? Og hvussu kunnu vit vera við til at tryggja sosialu minstukorini, sum ES-lóggáva gevur, og samstundis ikki sleppa teirri frælsu avtaluskipanini? Javnstøða og líkaløn Javnstøða, Me Too og líkaløn vóru eisini á skránni á NSO-ráðstevnuni í fjør. Umboð fyri fakfelagsrørsluna, almennu arbeiðsgevararnar og onnur úr Íslandi og Svøríki greiddu frá arbeiðinum at basa ágangi móti kvinnum í kjalarvørrinum av Me Too. Eisini greiddu tey frá javnstøðuarbeiðinum. Í Íslandi hava fakfeløgini gjørt eitt stórt arbeiði við at upplýsa limirnar og útbúgva til dømis álitisfólk um tiltøk móti kynsligum ágangi. Tað snýr seg um at broyta hugburðin, so at seksuellur ágangur verður fyribyrgdur ella steðgaður. Í Íslandi verður eisini gjørt stórt arbeiði fyri at beina burtur lønarmun millum kynini. Stjórnin er farin at kortleggja, hvussu lønarmunurin er í teimum einstøku fakunum og arbeiðsøkjunum. Generelli lønarmunurin liggur um 15% og er rættuliga ymiskur frá faki til fak. Stjórnin hevur sett í verk eina ambitiøsa ætlan, sum hevur til endamáls at beina burtur allan lønarmun í 2022. Carolin Solskär úr Svøríki greiddi frá, hvussu hon saman við øðrum tók stig til Me Too rørsluna í Svøríki í 2015. Hon vísti á, hvussu tey ymisku londini síðani hava loftað trupulleikanum við seksuellum ágangi, og hvørji tiltøk tey hava sett í verk. Eftir framløguna var bólkaarbeiði, har luttakararnir sluppu at royna seg við ítøkiligum uppskotum til tiltøk móti seksuellum ágangi á arbeiðsplássinum. Orðini lýsa ikki allan sannleikan Hóast seinasta árið í tryggingarhøpi kann sigast at hava roynst hampiligt, tá ið um ræður hagfrøði, so er hetta neyvan nakar uggi hjá teimum, sum hava mist hjúnafelaga ella samlivara, og teimum, sum onkursvegna hava verið rakt av sjúku. Hagtøl eru kaldur veruleiki og siga einki um tað, ið liggur aftan fyri teir tilburðir, ið tølini byggja á. Tryggingar við deyða og hættisliga sjúku Samlagstryggingargrunnur Starvsmannafelagsins hevur sum sítt fremsta endamál at keypa tryggingar, ið geva veitingar við deyða ella við ávísar hættisligar sjúkur. Hóast tað kanska er lítil uggi í tí, so er vónin tó, at tann hjálpin, ið grunnurin veitir, møguliga kann vera við at linna um hjá teimum, ið hava verið fyri sjúku ella deyða. Einki er at ivast í, at frægast hevði verið, um skaðar ikki komu fyri, men so er tíverri ikki. Vit mugu ásanna, at neyðugt er at hava góða tryggingarskipan, tí tey árini, Samlagstryggingargrunnurin hevur verið virkin, er einki ár við ongum skaða. Farna árið hjá grunninum Tíverri eru vit heldur ikki seinasta ár sloppin undan menniskjaligum missi. Tveir limir doyðu, og grunnurin læt eisini tvey útgjøld í sambandi við deyða hjá hjúnafelaga. Fimtan limir fingu staðfest álvarsligar sjúkur, og aftrat hesum varð í tveimum førum veitt útgjald í sambandi við álvarsligar sjúkur hjá børnum. Gjaldsundantøka varð veitt seks limum. Fremstu deyðsorsøkirnar í okkara parti av heiminum eru sjúkur í hjarta- og blóðrensli og krabbasjúkur. Av álvarsligu sjúkunum, har útgjald varð veitt í fjør, var nærum helmingurin krabbasjúkur. Gongdin tykist eisini vera, at alt fleiri okkara fáa staðfest onkrar av hesum sjúkum, og tí er avgjørt neyðugt, at vit hava eina væl virkandi tryggingarskipan. Samlagstryggingargrunnurin keypir, sum er, vegna limirnar tríggjar tryggingar. Lívstrygging, ið er galdandi fyri lim og hjúnafelaga/samlivara, trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða, og trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá barni hjá tí tryggjaða. Aftrat hesum eru eisini møguleikar fyri gjaldsundantøku í sambandi við óarbeiðsføri í tryggingaravtaluni. Broytingar henda alla tíðina. Útboðið av tryggingum broytist og økist í hvørjum, eins væl og tørvurin hjá tí einstaka broytist. Neyðugt er at fylgja við, hvat hendir, og keypa ta vøru, ið samsvarar ynski og tørvi hjá limunum. Grunnurin arbeiðir støðugt við at betra um, so at limirnir altíð fáa ta bestu og, um møguligt, ódýrastu vøruna, og møguleikin at økja talið av tryggingum, ið koma undir avtaluna, verður kannaður. Lokaupphæddin, ið hevur verið partur av skipanini, síðani Samlagstryggingargrunnurin varð settur á stovn, verður í hesum árum niðurlaðað og hvørvur úr skipanini í 2027. Árini fram til 2027 røkka 362 limir pensjónsaldri, og teir hava rætt til 14.230.000 krónur úr grunninum. Tíverri kemur fyri, at samlagstryggingin ikki klárar at nøkta allan tørv. millum annað tí at tað eru sjúkur, ið ikki eru fevndar av tryggingini, og tí tað eru limir, hvørs tryggingarviðurskifti ikki eru, sum tey eiga. Hóast hvør einstakur kann keypa sær sínar egnu tryggingar, er eingin ivi um, at fyri nógv okkara er samlagstryggingin eisini ein sera týðandi partur av samlaða tryggingarhøpinum. Samlagstryggingargrunnurin hevur tí nógvar uppgávur, og á komandi aðalfundi 27. februar verður umrøða av, hvørjar uppgávur grunnurin skal leggja dent á komandi árini, og hvussu tær skulu skipast. Broytingarnar í pensjónslóggávuni Aðalfundurin hjá Samlagstryggingargrunninum verður hóskvøldið 27. februar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Tá verður møguleiki at tríva í nógvu spurningarnar, ið hava við bæði trygging og eftirløn at gera, og annars umrøða pensjónir sum heild. Í ár fara broytingarnar í pensjónslógávuni viðvíkjandi fólkapensjón at merkjast fyri tey, ið eru fødd eftir 1. januar 1953. Tað eru tvær fólkapensjónsskipanir, við ymiskum treytum og útgjøldum. Ein fyri tey, ið eru fødd áðrenn 1. januar 1953, og ein fyri tey, ið eru fødd seinni. Fyri tey, ið eru fødd 1. januar 1953 ella seinni, er tað serliga grundarlagið fyri mótrokning í fólkapensjónini, ið fer at merkjast, um ein hevur aðrar inntøkur. Fólkapensjónin er sett saman av grundarupphædd og viðbót. Bæði grundarupphæddin og viðbótin verða ávirkaðar av tí inntøku, sum tann einstaki hevur umframt pensjónina. Sum inntøka verður roknað øll skattskyldug inntøka, undantikið sosialar pensjónir og útgjald úr Samhaldsfasta. Aftur at inntøkuni verða lagdar nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini, og útgjald av kravdari uppsparing eftir reglunum í eftirlønarlógini, tó ikki kapitalútgjald. Grundarupphæddin og viðbótin verða bert lækkaðar, um ársinntøkan hjá pensjonistinum er hægri enn 45.000 krónur Tað er sonevnda frádráttarfría inntøkuupphæddin. Tað er bert inntøkan hjá tí einstaka, sum ávirkar grundarupphædd og viðbót. Inntøkan hjá einum møguligum hjúnafelaga hevur ikki ávirkan á fólkapensjónina hjá einum pensjonisti. Tey, ið hava aðra pensjón umframt fólkapensjónina, kunnu fara at merkja broytingina, og hevur Almannaverkið tí á heimasíðu síni gjørt roknimaskinu, har hvør einstakur kann fáa eina vegleiðandi útrokning yvir, hvør upphæddin verður á fólkapensjónini. Eg eri 55 ára gamal, útbúgvin portørur og ambulansaviðgeri, eg eri giftur og eigi 3 børn. Eg havi arbeitt á hesum økinum í nærum 30 ár á ávikavist Frederiksberg Hospital, Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, har eg havi starvast í Sjúkraflutningstænastuni sum varaleiðari síðani juli mánað 2007, í nærum 13 ár nú. Tá eg arbeiddi í Danmark, var eg álitismaður í 4 ár fyri uml. 100 portørar. Eg eri sera glaður fyri mítt starv og arbeiðspláss, og ikki minst fyri teir góðu starvsfelagarnar, sum mynda arbeiðsplássið. Í gerandisdegnum arbeiði eg við starvsfólkapolitikki og menning av Sjúkraflutningstænastuni. Í sambandi við mítt arbeiði havi eg tikið nógv ymisk skeið, og í 2017/2018 tók eg eina akademiútbúgving í leiðslu á Glasi. Eg bjóði meg fram sum formann í Starvsmannafelagnum fyrst og fremst, tí eg havi stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði. Hendan áhuga havi eg havt, síðani eg byrjaði á arbeiðsmarknaðinum fyri nógvum árum síðani, og hendan áhuga skulu tit merkja við mær sum formanni. Tá ið hesin møguleiki stóð mær í boði, var eg ikki í iva. Um eg fái møguleikan at gerast formaður, vil eg vera sjónligur. Eg vil ganga nýggjar leiðir og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrødd. Hetta vil eg gera fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið. Vit skulu sum størsta fakfelag í landinum síggjast og hoyrast í samfelagnum og vera við í samfelagskjakinum, so okkara limir kunnu vera stoltir av felagnum. Formaðurin er ein sentralur persónur, og har er tað umráðandi, at vit vísa okkara styrki í samfelagnum. Vit skulu hava ávirkan á samfelagið og kunna vísa á skeivleikar, sum ávirka limirnar dagliga. Um trupulleikar eru á arbeiðsplássinum, skulu tit ikki vera í iva um, at eg sum formaður fari at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini. Her eru nøkur mál, sum eg fari at arbeiða hart fyri. Umflokkingar Eg fari at stríðast fyri at rætta skeivleikan í sambandi við umflokkingar. Tað má ikki koma fyri, at limir, sum hava somu útbúgving og somu royndir, verða flokkaðir ymiskt á sama øki. Tað eru nógv dømir um, at starvsfólk, ið júst eru byrjað í starvi, uttan royndir á arbeiðsmarknaðinum, verða flokkað á hægri lønarstigi enn ein starvsfelagi við nógvum royndum og við somu grundútbúgving. Samstundis verður hesin nýggi starvsfelagin upplærdur av gomlum royndum limum við lægri løn. Hesum kunnu vit ikki bara sita og hyggja at. Tað skapar split inni í felagnum og úti á arbeiðsplássunum, har tey loysa uppgávurnar lið um lið. Styttri arbeiðsviku Vit skulu tora at seta krøv til arbeiðsgevaran. Tað var eitt stórt frambrot, tá ið arbeiðsvikan í 2003 styttist úr 40 tímum niður í 39 tímar, men í Danmark styttist arbeiðsvikan longu í 1990 niður í 37 tímar. Nú er tíðin komin, har vit mugu standa saman um at fáa arbeiðsvikuna stytta. Tað er sera umráðandi, at øll fakfelagsrørslan stendur saman um hetta. Gera vit tað, náa vit langt. Álitisfólkahópurin má ikki skerjast Í samráðingunum í 2017 gekk Starvsmannafelagið við til at skerja álitisfólkahópin munandi, úr 109 niður á 85. Hetta var ein gøla og eitt vónbrot serliga fyri fakfelagsrørsluna, og eisini tá ið hugsað verður um vunnin rættindir í sáttmálanum. Vit mugu ongantíð ganga við til at minka um hópin av álitisfólkum, tí tá hava vit valt at skerja eftirlitið við sáttmálanum og rættindunum á arbeiðsmarknaðinum. Vit mugu ikki skerja álitisfólkahópin, tí tá gerast limirnir veikari og arbeiðsgevarin sterkari. Endamálið hjá øllum arbeiðsgevarum er sjálvandi at hava so fá álitisfólk sum gjørligt úti á arbeiðsplássunum og harvið so lítið eftirlit við sáttmálanum, sum til ber. Álitisfólkini eru grundarsteinurin í sáttmálanum og eru bindilið ímillum starvsfólkið og leiðsluna. Álitisumboðið umboðar sáttmálan og skal tryggja, at alt gongur rætt fyri seg, og har má ikki slakast. Starvsfólk, ið eru dottin niður ímillum Starvsmannafelagið hevur limir, ið eru beinleiðis dotnir niður ímillum. Hetta eru starvsfólk, ið eru ófaklærd og hava staðið á síðsta lønarstigi í nógv ár uttan at verða bólkað av nýggjum, og tað er ikki rætt. Hesi starvsfólk hava ognað sær vitan og royndir ígjøgnum nógv ár. Hesum nýtur arbeiðsgevarin gott av. Hesi starvsfólk gera sama arbeiði sum tey faklærdu, men fáa munandi lægri løn. Tað er óvirðiligt fyri hesar limir, og eg vil arbeiða hart fyri at fáa hetta upp á pláss til komandi sáttmálasamráðingar. APM - Arbeiðsplássmeting Alt bendir á, at fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á limirnar úti á arbeiðsplássunum, og tað merkir, at limirnir skulu renna skjótari og skjótari, fyri at náa allar uppgávurnar. Hetta setir størri og størri krøv til hvønn einstakan lim og er somuleiðis ein orsøk til strongd og fleiri sjúkradagar fyri limirnar. Tí eiga øll arbeiðspláss at gera eina meting av arbeiðsplássinum, eina sonevnda APM-kanning, sum er ein arbeiðsplássmeting. Út frá hesari meting verður funnið út av, hvør rætta normeringin er í mun til talið av uppgávum. Hesin leistur verður brúktur í grannalondunum og er til gagn fyri bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar. Kappingarføri hjá tí almenna Vit, sum arbeiða hjá tí almenna ella á kommunala økinum, vita, at stovnurin skal spara. Hetta hoyra vit nærum hvørt ár, tá ið fíggjarlógin verður framløgd. Tá hugsa vit, at hvønn fer tað at ganga út yvir hesa ferð? Eisini koma tankar sum: Hvat skal nú niðurleggjast, og hvør skal hava fleiri uppgávur á seg, uttan at lønin hækkar? Tað er heilt greitt, at tann privati geirin liggur altíð upp á lúr eftir at yvirtaka uppgávurnar hjá tí almenna. Tí skulu vit altíð vera kappingarfør á okkara øki og duga at effektivisera. Men harnæst má lønin fylgja við, so tað privata ikki yvirtekur okkara øki. Vit skulu vera virkin í samfelagskjakinum og tora at koma út við okkara meiningum um samfelagsgongdina, og ikki leggja fingrar ímillum. Soleiðis at okkara limir kunnu síggja og hoyra, hvørjum felagið berjist fyri. Vit skulu vísa á skeivleikar í samfelagnum. Skeivleikar, sum raka okkara 2000 limir og harvið nógvar familjur í gerandisdegnum. Førleikamenning Førleikamenning verður ikki gjørd í nóg stóran mun við tí ferð, sum stovnar verða talgildir. Tað nyttar einki, at arbeiðsplássið útvegar ta nýggjastu útgerðina, um starvsfólkið ikki verður førleikament samstundis. Tað er týdningarmikið, at hvør einstakur arbeiðstakari hevur møguleika fyri at menna seg í sínum faki. Tað gevur ikki bara betri førleika til arbeiðstakaran, men tað gevur honum eisini størri hug til at halda fram í arbeiðinum og á arbeiðsplássinum, samstundis sum tað gevur íblástur og framburð. Ov stirvin lønarskipan Eftir sjey ár á arbeiðsmarknaðinum hava limirnir nátt hægsta lønarstigi. Tað er ikki virðiligt, at fólk víga sítt lív til arbeiðsplássið í 20 ár ella longur, og lønin stendur í stað eftir sjey árum. Hvør einstakur arbeiðstakari er áhugaður í at fáa eina góða løn, og sjálvandi skulu vit hava tað, sum vit hava uppiborið. Tí er tað neyðugt at endurskoða lønarskipanina og lønarflokkarnar. Vit mugu lyfta í felag. Tey lágløntu skulu lyftast, og eisini má tað vera munur á lønarflokki, tá ið tað kemur til limir við útbúgving og uttan útbúgving. Sum limir eru vit tilfeingið hjá arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, ið útinna arbeiðið. Tað eru limirnir, sum stríðast í gerandisdegnum, og sum skulu lønast og heiðrast fyri tað arbeiðið og ta framgongd, arbeiðsplássini hava. Tað er eingin sjálvfylgja, at lønin fylgir við. Vit mugu standa saman og stríðast enn meira fyri løniniog halda rimmar fast við vunnin rættindir. Um tit vilja hava ein sjónligan formann í felagnum, so komið á val tann 7. mars og veljið rætt. At hugsa sær, at tað longu eru liðin fýra ár, síðani eg tók við sum formaður. Tað er ófatiligt, men at tað kemur óvart má vera tekin um, at eg av sonnum havi trivist í hesum týdningarmikla starvinum. Starvsmannafelagið er eitt felag, sum er ógvuliga virkið og sjónligt í okkara samfelag. Umframt sjálvandi at hava gott skil fyri arbeiðsmarknaðarmálum krevst, at formaðurin hevur royndir og áræði at standa á odda í felagnum, at hann fylgir við í øllum samfelagsviðurskiftum, hevur fingurin á pulsinum, og at hann torir at tala limanna søk og bjóða av bæði í samráðingum, stríðsmálum og í samfelagskjaki. Formaðurin skal eisini duga væl at samstarva og samskifta við allar aktørar, vera fólkaligur og duga at føra seg fram. Øllum hesum dygdum tori eg at spjaldra meg sjálvan við, umframt at eg brenni fyri fakfelagsarbeiði og fakfelagspolitikki. Tí stilli eg upp aftur til formansstarvið. Royndir og vitan Eg havi røkt formansstarvið í fýra ár og haldi meg hava nógv eftir at geva limum felagsins og Starvsmannafelagnum. Royndirnar havi eg. Eg havi verið aktivur í fakfelagsarbeiði í nógv ár, fyrst sum álitisfólk, síðani sum tiltakslimur í nevndini og seinni sum nevndarlimur og næstformaður, til eg gjørdist formaður í 2016. Øll hesi árini sum aktivur fakfelagsmaður havi eg tikið eitt ótal av skeiðum í fakfelagsarbeiði, umframt at eg havi tikið eina útbúgving á LO-skúlanum í Helsingør og síðani akademiútbúgving í leiðslu á Glasi. Arbeiðsmarknaðurin og samfelagið eru nógv broytt seinastu árini. Tíverri hevur sjálvsøkni samstundis fingið størri rásarúmd. Tørvurin at standa saman er tí størri enn nakrantíð. Eg skal her nerta við nøkur mál, ið liggja fremst hjá mær at fáa gjørt nakað við. Skrivstovufólkini Skrivstovufólkini eru upprunin til Starvsmannafelagið, og tey eru framvegis bulurin í felagnum. Eg havi alla tíðina arbeitt fyri, at tey skulu lyftast upp. Hetta eydnaðist lutvíst við seinastu sáttmálasamráðingum, tá ið lønarhækkingin bleiv í krónum. Eisini hava vit fingið umflokkað fleiri størv á skrivstovuøkinum, bæði hjá landi og kommunum. Men tað, sum er komið burturúr, er ikki nóg mikið, og eg ætli framhaldandi at stríðast fyri at betra um lønarviðurskiftini hjá hesum fakbólkinum. Endaløn Eisini ætli eg at arbeiða fyri, at tey, sum hava staðið leingi á endastigi, fáa lønarískoyti fyri starvsinnihald, servitan og fyri trúgva tænastu. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at ein skal steðga upp í allar ævir lønarliga, bara tí at endastigið í starvsaldri er rokkið. Her eiga vit saman við sáttmálapørtunum at finna eina skipan, sum lønar starvsfólki, ið hava verið leingi í starvi og tænt bæði arbeiðsplássinum og øllum teimum almennu Føroyum væl. Akademisering Eitt, sum vit ferð eftir ferð hoyra um, er, at skrivstovustørv verða akademiserað, at størv verða mannað við akademikarum, sjálvt um bæði starvslýsing og starvsinnihald siga, at starvið krevur eina skrivstovuútbúgving. Hetta er ein vandamikil gongd, tí akademikarar eru dýrari enn skrivstovufólk. Úrslitið er, at tænastan, ið skrivstovufólkið kundi veita, er burtur, og minni fíggjarligt rúm er at seta onnur skrivstovufólk í starv. Henda gongdin má steðga, og eg ætli at virka fyri, at skrivstovustørvini verða mannað við skrivstovulærdum starvsfólkum. Hægri útbúgvingar Men Starvsmannafelagið er bæði stórt, breitt og rúmligt og fevnir eisini um størv, ið eiga at bólkast sum hálønt. Skal Starvsmannafelagið fylgja við teimum fakfeløgum, sum hava fakøkir á sama útbúgvingarstigi, sum vit hava, so skulu vit sjálvsagt krevja løn, sum samsvarar við teirra løn. Og skulu vit hava nakran møguleika fyri at fáa lægru lønirnar upp, so mugu hini omanfyri flytast undan. Nýggj lønarskipan Verandi lønarskipan er bæði gomul og ótíðarhóskandi, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at skulu vit fáa eina rættvísa løn til allar limir felagsins, so er neyðugt við eini nýggjari, fleksiblari lønarskipan. Eitt nú eru vit noydd at hyggja at verandi innplaseringum, og vit skulu stríðast fyri, at limir felagsins fáa ta løn, sum starvsinnihald og útbúgving rættvísgera. Styttri arbeiðsviku Hjá mær hevur tað høga raðfesting at halda fram at stríðast fyri styttri arbeiðsviku. Í fyrstu atløgu skal strembast eftir at fáa sett lógarásettu arbeiðstíðina úr 40 niður í 37 tímar um vikuna, men málið eigur at vera, at arbeiðsvikan kemur niður á 35 tímar. Okkara ynski um styttri arbeiðsviku fekk jaliga móttøku upp undir løgtingsvalið í august í fjør, og vit eiga áhaldandi at minna politisku flokkarnar á teirra positivu afturmeldingar. Prekariseringin Eitt nýtt hugtak í fakfelagshøpi er prekarisering og tað støðugt vaksandi prekariatið. Prekariatið er teir nýggju dagleigararnir - eins og eitt nú lossingarmenninir vóru tað fyrr. Teir vistu ongantíð, um teir høvdu arbeiði dagin eftir, og høvdu ongi sáttmálavard rættindi. Í dag er prekariatið starvsfólk, sum liva av náði frá sínum arbeiðsgevara, og sum ofta ímóti sínum vilja áhaldandi verða noydd at góðtaka tíðaravmarkað og ótrygg størv, har rætturin til løn undir sjúku, barsilsløn, eftirløn og onnur løntakararættindi langt frá eru nøkur sjálvsfylgja. Prekariseringin á fakøkjunum hjá Starvsmannafelagnum er eisini vaksandi, og eg fari at stríðast fyri, at hesi starvsfólk fáa góð arbeiðskor og rættindi á jøvnum føti við fólk í føstum starvi. Talgildingin Talgildingin, sum við ferð vinnur fram í øllum samfelagnum, ávirkar longu í stóran mun arbeiðsmarknaðin og fer uttan iva at hava enn størri ávirkan á nógv starvsfólk í almennum starvi, sum frá líður. Tann stóra almenna digitaliseringin, Talgildu Føroyar, stendur í durunum, og vit mugu vera til reiðar at møta hesi avbjóðing og hava ætlanir fyri, hvat vit gera við tey, sum kanska verða neiliga rakt av talgildingini. Trípartasamstarv Tað mesta av tí, sum her er nevnt, ber prógv um, at samfelagið og føroyski arbeiðsmarknaðurin, og harvið eisini Starvsmannafelagið, eru á veg inn í eina tíð við stórum og grundleggjandi broytingum. Trípartasamstarv, sum er samstarv millum politiska valdið, arbeiðsgevarar og fakfeløg, er eftir míni fatan rættasti mátin at fremja grundleggjandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum, sum allir partar síðani kunnu kenna ognarskap í og ábyrgd av. Styrkt álitisfólkaskipan Eftir sáttmálasamráðingarnar í 2017 megnaðu vit at fáa eitt lønarstig í samsýning til álitisfólk, tí tey átaka sær eina stóra ábyrgd, og arbeiðið er krevjandi. Sum ein partur av avtaluni varð samlaða talið av álitisfólkum minkað. Eg haldi, at hetta var forsvarligt at gera. Men er brúk fyri fleiri álitisfólkum, so ber til at taka spurningin upp við hin sáttmálapartin. Tí eg havi álit á, at arbeiðsgevararnir eisini hava áhuga fyri, at álitisfólkaskipanin virkar til fulnar. Limatalið skal vaksa Ein tann størsta avbjóðingin hjá Starvsmannafelagnum er at fáa nýggjar limir. Fólkatalið veksur, og løntakarafjøldin veksur, men limatalið hjá okkum stendur í stað. Vit mugu leggja alla orku í at fáa hesa gongdina aftur á beint. Vit vita, at tað er ein stór avbjóðing at fáa tey ungu við. Fakfelagsrørslan er fremmand fyri nógv teirra. Men vit mugu fara út at vísa okkum fyri teimum, og siga teimum tær góðu søgurnar um fakfeløgini, og at eingi rættindi á arbeiðsmarknaðinum eru komin av sær sjálvum. Vit mugu siga teimum, at teirra vælferð bert er til, tí teirra forfedrar ígjøgnum fleiri ættarlið hava stríðst fyri teimum. Og vit mugu siga teimum ungu eins og øllum øðrum, at tað helst ongantíð hevur verið meira neyðugt enn júst nú at standa saman um fakfeløgini og at verja vunnin rættindi. Øllum hesum ætli eg mær at stríðast fyri næstu fýra árini, verði eg valdur. Men til tað krevst, at tit limir vísa mær álit, brúka tykkara atkvøðurætt og velja meg. Starvsmannafelagið hevur alla tíðina brúk fyri at endurnýggja seg, men felagið hevur sanniliga eisini brúk fyri royndum fólki við áræði, sum kann borga fyri stabiliteti. Hetta er vert at hugsa um, tá ið formaðurin skal veljast. Eg eiti Birita og havi valt at stilla upp til nevndina hjá Starvsmannafelagnum, tí eg vil gera enn meira mun hjá okkum limum. Eg havi virkað sum álitisfólk í tveimum setum og kenni á mær, at eg geri mun í arbeiðsdegnum hjá mínum starvsfeløgum. Mín áhugi fyri fakfelagsarbeiði er vaktur og er blivin so týdningarmikil, at eg ynski at muna hjá enn fleiri. Fyri nøkrum árum síðani flutti eg til Føroyar eftir 13 ár í útisetu. Eg havi lisið og nomið mær starvsroyndir á univeristitetinum í Keypmannahavn. Har arbeiddi eg, og hevði stóra ábyrgd og nógvar bóltar í luftini. Júst hetta trívist eg sera væl við, bæði á arbeiðsplássinum og eisini í mínum privata lívi. Bæði í Danmark og Føroyum havi eg verið virkin og bjóðað meg fram. Eitt nú sum skúlaumboð og nevndarlimur í lutaíbúðafelaginum, har eg átti hús. Eisini havi eg havt fyrilestur hjá HK, har eg greiddi frá mínari starvsleið og á setrinum í Keypmannahavn, har eg greiddi frá, um at søkja stuðul úr grunnum. Eg arbeiði nú á kanningarstovu á Heilsufrøðiligu starvstovuni. Har havi eg verið eftirlitsfólk og málsviðgeri eitt tíðarskeið, har eg havi arbeitt við fyrisiting. Sum álitisfólk havi eg eisini ein virknan leiklut í samstarvsnevndini á stovninum. Um eg skal lýsa meg sjálva, so eri eg djørv, ágrýtin og forvitin. Stórt sæð einki fer framvið uttan at eg havi kannað tað ella spurt meg fyri. Eg eri ábyrgdarfull og síggi ofta nýggja leiðir, tá brúk er fyri tí. Nógv mál eru týdningarmikil at arbeiða við hjá fakfelagnum, men hvat fari eg so at leggja dent á? Ynskir tú, at arbeiðsvikan skal verða 37 tímar? Arbeiðið við at upplýsa um allar fyrimunir við einari styttri arbeiðsviku. Við álitisfólkakjaki, pallborðsfundi við politikarum og spurnakanning hjá Starvsmannafelagnum til politisku flokkarnar hevur verið væl skipað og gjøgnumført. Hetta arbeiði, at upplýsa og leggja trýst á politisku skipanina, má halda fram. Politikararnir hava sagt seg vera opnar fyri styttri arbeiðstíð, men í sama setningi lýsa teir okkum sum prosentir, eitt nú, hvussu nógv prosent vit eru í samband við arbeiðsloysi, og eisini ynskir onkur flokkur at fáa lýst avleiðingarnar. Hevur man gloymt, at hesi prosentini og avleiðingar, tey tosa um, ikki eru tøl, men menniskju, sum hava eitt heim, børn, ommubørn, eitt frítíðarlív og vinir? Eg vil leggja áherðslu á, at okkara trivnaður hevði verið betri, bæði á arbeiðsplássinum og heima, um arbeiðsvikan var styttri. Hetta vísa nógvar kanningar í norðurlondum, og tí er tað óskiljandi, at vit ikki langt síðani hava tikið hetta stigið. Latið okkum taka kampin upp og berjast fyri eini styttri arbeiðsviku. Ynskir tú at flyta lønarflokk og fáa viðbøtur? Tað er nógv skrivað um førleikamenning, viðbøtur og løn sambært ábyrgd. Men kampurin fyri viðurkenning á arbeiðsplássum ella í ymisku ráðunum og nevndunum tykist at verða sera drúgvur, og kanska er tað ein óheppin máti vit skoða arbeiðsevnini hjá okkara starvsfólki. Møguliga skulu vit ikki bíða til sáttmálasamráðingarnar eru, men brúka starvsmetingarnevndinar meira fyri at vísa á okkara rætt til lønarlop. Eg havi sjálv virkað fyri, at ein arbeiðsbólkur bleiv fluttur upp í lønarflokki, men tað tók 1,5 ár og tað er ov leingi. Her mugu vit gera ein mun og fáa styttri svartíðir. Nógvir eru starvsfólkabólkarnir, sum hava uppiborið eitt lønarlop, og eg vil arbeiða hart fyri at førleikar og samsýning ganga hond í hond. Fyri at siga tað stutt, hevur tú stóra ábyrgd, drúgvar starvsroyndir ella hevur tú ment tínir førleikar, so hevur tú uppiborið eitt lønarlop. Meira frítíð og hægri løn. Góði limur. 7. mars verður aðalfundur, har eg stilli upp til nevndina og vil gera alt fyri at virka fyri tær. Førleikamenning Eg haldi ikki, at krøvini til limirnar viðvíkjandi førleikamenning standa mát í mun til, hvussu slík førleikamennandi krøv verða lønt í løtuni. Sum nú er, er eingin áseting í sáttmálanum, sum ásetur nærri, hvussu starvsfólk, sum verða førleikament, verða lønt. Í verandi støðu kann arbeiðsgevarin ikki ábyrgdast fyri ikki at løna arbeiðstakara fyri førleikamennandi átøk, sum arbeiðstakarin í sínum arbeiði brúkar. Við støði í nevnda kann bara staðfestast, hvussu stórur tørvur er á at fáa viðgjørt og at fáa nærri nágreiniligar ásetingar í júst partinum viðvíkjandi førleikamenning í sáttmálanum. Starvsmannafelagið eigur at arbeiða fyri, at starvsfólk, sum nema sær førleikamenning í mun til at loysa arbeiðsuppgávur, verða lønt samsvarandi. Hetta kann verða gjørt annaðhvørt við at geva fólki viðbót ella flyta upp lønarflokk. Limir og umboðan av starvsheitum Starvsmannafelagið er tað størsta fakfelagið í Føroyum og umboðar umleið 2.000 limir við næstan 300 ymiskum starvsheitum. Sostatt kann staðfestast, at Starvsmannafelagið er tað fakfelagið í landinum, ið fevnir breiðast í mun til starvsheiti og harvið umboðar flest starvsheiti hjá lønmóttakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta setur krøv til ásetingarnar í sáttmálum viðvíkjandi øllum viðurskiftum hjá limunum. Tað verið seg alt frá arbeiðstíð, flokking av størvum og til arbeiðsumhvørvi. Av tí, at so nógv ymisk starvsheiti eru umboðað, krevur tað, at nevndin í Starvsmannafelagnum er tilvitað um, at ymisku starvsheitini hava ymiskan tørv, eitt nú til samráðingar. Sálarligt arbeiðsumhvørvi Sálarligt arbeiðsumhvørvi er eitt evni, sum er týdningarmikið og viðkomandi fyri tað einstaka menniskja í nútíðarsamfelagnum, serliga í Føroyum, her samfelagshjólini mæla skjótt, og krøvini til tað einstaka starvsfólkið ongantíð áður hava verið so høg. Ein lítil partur av tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum, sum tørvur er á at gera nakað við, er longdin á arbeiðsvikuni hjá limunum. Her hevur Starvsmannafelagið eina ábyrgd av at tryggja, at limirnir hava best møguligu umstøður at virka undir í mun til sálarligt arbeiðsumhvørvi. Sálarliga arbeiðsumhvørvið kann gerast betri, verður arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð Tað eru nógvir limir, ið arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Tí eigur eitt gjald at verða ásett fyri arbeiðstíð, uttan fyri vanligu arbeiðstíðina hjá limum, sum ikki eru fevndir av fjórða kapitli í sáttmálum viðvíkjandi sjófólkum, sum part av lønartalvu. Gjaldið fyri arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð eigur at samsvara við sáttmálar millum onnur fakfeløg og Fíggjarmálaráðið. Starvsmannafelagið hevur ábyrgd fyri hesum limum. At betra teirra lønarviðurskifti soleiðis, at teirra lønarviðurskifti kunnu javnsetast við lønarviðurskiftini hjá líknandi arbeiðstakarum, sum hava nøkunlunda somu longd á útbúgving, og sum verða lønt sambært øðrum galdandi sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum. Sjónligheit 2.000 fólk av arbeiðsfjøldini í Føroyum eru limir í Starvsmananfelagum. Tí eigur Starvsmannafelagið at vera ein aktivur partur av samfelagskjakinum í mun til viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum - eisini í kjakinum um niðursetta pensjón til kvinnur. Staðfestast kann, at Starvsmannafelagið hevur gjørt eitt megnar átak í mun til tey seks kjarnuøkini, her endamálið var at varpa ljós á løntakaramál, ið hava týdning fyri limirnar hjá felagnum. Tað er alneyðugt, at Starvsmannafelgið, sum størsta fakfelag í landinum, aktivt tekur lut í samfelagskjakinum um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Stutt um meg Eg varð útbúgvin sosialráðgevi á Aalborg Universitet 2001, og havi arbeitt sum sosialráðgevi í Danmark í fýra ár og á Arbeiðsloysisskipanini í 2 1/2 ár. Síðani 2009 havi eg arbeitt á Almannaverkinum, her eg havi verið álitisfólk fýra valskeið, og eri nú í gongd við tað fimta. Eg eri 42 ár, útbúgvin radiomekanikari, havi arbeitt sum medicoteknikari á Landssjúkrahúsinum síðani juli 2007 og eri sera glaður fyri mítt starv og mítt arbeiðspláss og ikki minst mínar góðu starvsfelagar. Eg eri í fleiri nevndum á Landssjúkrahúsinum, eitt nú í Samstarvsnevndini á Tænastudeplinum og í Høvuðssamstarvsnevndini fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Eisini eri eg virkin álitismaður fyri Tænastudepilin. Mær dámar at taka við nýggjum hugsanum, og eg eri erligur og jaligur av lyndi. Eg havi stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði og vil stríðast fyri teimum rættindum, sum limirnir hava vunnið sær. Eisini haldi eg, at vit skulu tora at seta krøv til arbeiðsgevaran. Eg bjóði meg fram sum valevni til nevndina í Starvsmannafelagnum, tí eg havi stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði. Vit mugu hava eitt sterkt felag, og tað fáa vit við at vera ein stór og góð eind við nógvum limum og sterkum álitisfólkum, sum eru fakliga væl ílatin og brenna fyri okkara felagi. Teir lægstu lønarflokkarnir og lønarstigini. Hvør einstakur arbeiðstakari vil hava góða løn, og sjálvandi skulu vit hava tað, sum vit hava uppiborið. Tí er neyðugt at endurskoða lønina og lønarflokkarnar. Ávísir fakbólkar hava staðið í stað leingi, og ávísir limir við somu grundleggjandi útbúgving eru flokkaðir ólíka, eitt nú skrivstovufólk. Vit mugu lyfta í felag, og teir lægru flokkarnir mugu koma við, men tað skal vera pláss fyri øllum, og viðbøtur mugu endurskoðast. Við nýggja bachelorlønarstiganum hava vit tryggjað framtíðina hjá felagnum. Tó mugu vit ikki gloyma grundarsteinin í felagnum, skrivstovuyrkið. Hesir limir skulu ikki standa í stað, teir skulu hava eitt lønarlyft. Sum limir hava vit stóran týdning fyri arbeiðsplássini í Føroyum. Tað eru vit, sum eru tilfeingið hjá arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, sum gera arbeiðið. Tað eru vit, sum stríðast dagliga, men vit mugu stríðast enn meira fyri okkara løn og halda rimmar fast við vunnin rættindi. Førleikamenning Eftir sjey árum á arbeiðsmarknaðinum eru limirnir komnir til hægsta lønarstig. Eg fari at arbeiða fyri, at okkara limir skulu hava eitt ískoyti eftir hesi sjey árini. Tað er ikki virðiligt at víga sítt lív til arbeiðsplássið í 20 ár ella longur, tá ið lønin stendur í stað eftir sjey árum. Førleikamenning verður ikki gjørd í nóg stóran mun við tí ferð, sum stovnar verða talgildir. Tað nyttar ikki, at arbeiðsplássið útvegar ta nýggjastu útgerðina, um starvsfólkið ikki verður førleikament samstundis. Tað er týdningarmikið, at hvør einstakur arbeiðstakari hevur møguleika at menna seg innan fyri sítt fak. Sjúkrafrávera hjá sjúkum barni. Umsorganardagar. Hetta má broytast. Vit liva alsamt longur og hava tørv á at hjálpa okkara nærmastu. Tey, ið ikki eiga smábørn, skulu eisini fáa ágóðan av hesum umsorganardøgum. Samfelagið hjá okkum er í broyting, og tað mugu vit sum fakfelag góðtaka. Komi eg í nevndina, skal eg so sanniliga arbeiða fyri limirnar, smáar sum stórar. Eg vil arbeiða fyri limir kring alt landið og skapa karmar og úrslit. Tað krevur tó eisini at hava sterkt og gott álit og gott samstarv við góðari leiðslu, eitt sjónligt aktivt felag og aktivar nevndarlimir.