Tú ristir við høvdinum , ljóðið hevur sína orsøk ! Tó , tú ert einsamallur , tú sært fólk standa í gøtunum og kemur at hugsa um tómar tunnur . Aftan fyri sparikassan , millum svímaðar runnar , rennur ein tík . Hon snoddar seg fram til ein bonk , har nakrir unglingar hava slongt seg fyri at tosa um brennivín . Orðini og setningarnir , teir spekulera saman , eru so vanligir , at tíkin er líka við at skilja tað . Tú andar út og sært , at tað , sum tú trúði , var ein tík , er vilst niðan til løgtingshúsið , hevur lyft beinið og pissar . Tú fert omaneftir , sært , at pylsuvagnarnir eru stongdir , sært ein ulpumann , sum stendur og trolar eftir slatri . Tú ert ikki fordómsfríur og hugsar títt um bygdafólk . Unglingarnir á beinkinum tosa nú um konufólk , serliga er tað ein , hon lovar sum lambið , siga teir og smírast . Myrkrið er ikki myrkt , heldur skitið , so tað er eingin romantikkur , sum drívur teg oman móti sjónum , tú fert bara sum vatnið í rennusteininum . Tú kemur út úr skugganum og sært skipini , tú steðgar , pilkar nøs , og tað rennur upp fyri tær , at tú ert góður við henda býin hóast alt . Tú spýtir á vegin . hvat er tað at vera góður við nakað . Viljaleysur gekk hann út eftir bryggjuni , so langt út , at ljóðini frá býnum , sum næstan ongan uppruna hava , doyðu burtur sum snorkið frá einum vaknandi manni . Tað var eitt sindur óhugnaligt . Sjálvur stóð hann í miðjuni . Úti við Skinnarasker steðgaði hann , hugdi so út á sjógv og var lukkuligur eina løtu , men kom so at hugsa um sjóverk . Við einum harkandi ljóði vendi hann sær á og hugdi at býnum . Men býurin fekk hann at hugsa um brennivín og bilar , sum koyrdu ov skjótt . Hann stardi niður á føturnar og fekk hug at rópa reyvarhol . Aftur einaferð var hann ein einsamallur tóni í tí stóru symfoniini , syrgiligt var bara tað , at hann var dottin av nótablaðnum . Inni í myrkrinum , á einum trappusteini , sum tolin hevði verið trappusteinur í nógv hundrað ár , sat ein menniskja . Hann kendi við eitt , at hetta var ikki nakað vanligt fólk , men eitt veruligt menniskja . Hetta gjørdi hann eitt sindur bangnan í fyrstuni , myrkrið fekk hann at hugsa . Kanska var hetta ein svangur villmaður .