Altjóða samstarv innan gransking og útbúgving . Samstarv við einstøk lond , stovnar og felagsskapir . Luttøka í granskingarverkætlanum . Útbúgving og gransking innan norðurlendska samstarvið . Samstarv millum Føroyar og aðrar smátjóðir . Samstarv innan útbúgving og gransking í ES-høpi . Samstarv við altjóða felagsskapir og lond uttan fyri Evropa . Eftirmetingarskipa . 6 . Útbúgvingarskipan og tilboð til hin einstaka . Samanhangurin í útbúgvingarskipanini frá fólkaskúla um miðnáms- útbúgvingarnar til hægri lestur . Lívslong útbúgving til hin einstaka . Krøv og raðfestingar til útbúgvingartilboð í Føroyum – bókliga og vinnuliga . Útbúgvingartilboð kring landið – nýggir útbúgvingarhættir við kunningar-tøkni . Samansett útbúgving í Føroyum og uttanlands . Útbúgvingartilboð uttanlands . Tørvurin á altjóða skrivstovu í Føroyum , sum ger avtalur við onnur lond um útbúgving og vegleiðir hin einstaka . Framferðarhættir fyri , hvussu vit byggja upp nýggjar útbúgvingar . Eftirmetingarskipa . 7 . Ítøkilig stig : Nevndin skal lýsa , hvat krevst og kann setast í verk í samlaða útbúgvingar- og granskingarpolitikkinum : Verkseting : . Eftir stuttari tíð . Eftir lutfalsliga longri tíð ( fáum árum ) . Einans eftir umfatandi umleggingum og fyrireikingum og sum tískil taka munandi longri tíð . 8 . Fíggjarligar metingar : Nevndin skal ikki gera fíggjarfrøðiligt arbeiði , men gera metingar um fíggjarlig krøv til útbúgvingartilboð uttan fyri Føroyar , sum eru tilmæld . Til dømis innan : . Nordplus . Fría atgongd til hægri útbúgvingar í Norðurlondum . ÚSUN . Avtalur við ES . Ásett varð eisini í skrivinum frá landsstýrismanninum í sjálvsstýrismálum , at nevndararbeiðið skuldi verða liðugt til 10. mai 1999 fyri at kunna koma við í hvítbókina . Nevndin gjørdi beinanvegin greitt arbeiðsbýti millum limirnar í ÚBPN við føstum fundum fram til 10. mai 1999 . Nevndararbeiðið hevur sum heild gingið væl , serliga tá ið hugsað verður um , at arbeiðssetningurin varð broyttur og tíðarfreistin gjørdist knøpp . Tórshavn í mai 1999 . Samanumtøka . Alment . Menningin frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag setur nýggj krøv til útbúgvingar og gransking okkara . Altjóðagerðin í framleiðslu , samskifti , handli og skjóta menningin innan tøkni bera á sama borðið og seta krøv um at vera fakliga liðilig , lívlanga læru , sjálvstøðugt og skapandi arbeiðslag og kunnleika til at nýta nýggju samskiftistøknina . Nevndin hevur roynt at kanna ónýttar møguleikar í okkara undirvísingar- og granskingarskipan fyri at vísa á broytingar og ábøtur , sum kunnu økja virkisførið og tryggja øllum líka góðar ella betri møguleikar fyri útbúgving , sum í mest framkomnu londunum , menningini í samfelagnum og vinnulívinum til frama . Nevndin er komin til ta niðurstøðu , at góðir møguleikar eru fyri at økja um virkisførið og bøta og økja um tilboðini um útbúgving . Innan núverandi fíggjarligu karmarnar í undirvísingarverkinum ber til við skilagóðum framhaldi í royndararbeiði at laga undirvísingarskipanina betur til føroysk viðurskifti og geva teimum , sum útbúgva seg , fleiri og betri møguleikar . Innan gransking hevur nevndin ítøkilig uppskot um at samskipa granskingina í Føroyum og sambond hennara úteftir , víðka um granskingarumhvørvið og gróðurseta vitan og gransking betur í samfelagnum og fáa hana at stuðla upp undir eitt meira fjøltáttað vinnulív í Føroyum . Nevndin leggur stóran dent á hugtakið lívlong læra , sum er eitt krav í nýggja vitanarsamfelagnum , men minnir samstundis á týdningin at varðveita og tryggja virðið av arbeiðsroyndunum hjá teimum , sum ikki hava formliga útbúgving . Frágreiðingin er í tveimum pørtum . Sjálv frágreiðingin og niðurstøðurnar eru í fyrra bindi við 8 kapitlum og 2 uppískoytum . Í seinna bindi eru undirskjøl , hagtøl og frágreiðingar skipað eftir í somu kapitlum . Teir einstøku kapitlarnir Í fyrsta kapitli verða sett upp yvirskipað sjónarmið og høvuðsendamál í undirvísing og gransking . Flest øll verða nærri lýst í hinum kapitlunum og tikin upp í tilmælunum í kapitli 7 . Teir meira grundleggjandi spurningarnir í undirvísing verða umrøddir - spurningastýrd mótvegis lærugreinstýrdari undirvísing - undirvísingarformar , skúlabyrjan og yvirgongdin frá fólkaskúla til miðnámsútbúgvingar , frá miðnámi til hægri útbúgvingar , so at samanhangurin í undirvísingarskipanini frá bygdaskúlanum , framhaldsskúlanum , miðnámsskúlanum til Fróðskaparsetrið verður lýstur . Eisini verður skotið upp , at undirvísingarverkið út um uppgávuna at undirvísa næmingum og lesandi fær uppgávuna at standa fyri at útvega vitan til øll í sonevndum vitanardeplum . Í øðrum kapitli verður greitt frá søguligu gongdini í føroyskari undirvísing og gransking í stórum dráttum . Seinast verður ein niðurstøða gjørd um støðuna í føroyskari undirvísing og gransking júst nú . Í triðja kapitli verður sambandið millum undirvísing , gransking og vinnulív lýst . Sambandið millum gransking og nýskapan verður umrøtt og sambandið millum bókligar og vinnuligar útbúgvingar . Hvørja gransking hava vit í Føroyum í dag ? Hvussu er sambandið millum grundgransking , endamálsgransking og menningararbeiði . Almenn og privat fígging av granskingini í Føroyum verður lýst og sammett við onnur lond og samskipan millum alment og privat í granskingini . Í hesum kapitli verður skotið upp at skipa eitt dygdarmenningararbeiði , góðskukervi og innanhýsiseftirlit í øllum undirvísingarverkinum . 4. kapittul gevur grundir fyri at geva uppbygging av einum granskingarumhvørvi innan samfelagvísindi eina høga raðfesting , serliga við atliti at almennari fyrisiting og leiklutinum hjá almenna sektorinum sum heild . Skotið verður upp sum skjótast at útvega játtanir til upp til 5 samfelagsgranskarar í Fróðskaparsetri Føroya . 5. kapittul lýsir altjóðasamstarv innan gransking og útbúgving . Lýst verður , hvar føroyingar lesa í dag , og møguleikarnir fyri at føroyingar betur kunnu nýta møguleikarnar at lesa í nógvum ymiskum londum verða eisini umrøddir . Í seinasta parti í kapitlinum verða samstarvsmøguleikar , serliga í norðurlendskum- og ES-høpi , innan undirvísing og gransking lýstir . Í 6. kapitli verða tilboðini til hin einstaka um útbúgving lýst - í Føroyum og uttanlands . Samanhangurin í undirvísingarskipanini og sambandið við lívlanga læru . Krøv til og raðfestingar av útbúgvingartilboðunum verða umrødd og herundir serliga møguleikan at fara undir ávís átaksøki ( kunningartøkni og biotøkni ) og eisini at økja um tilboðini um hægri lestur í Føroyum . Í hesum sambandi verða umrøddar møguligar bygnaðarbroytingar innan gransking , serliga at skipa granskingina í deplar og á tann hátt betur at nýta tað , sum er í Føroyum av gransking og samstundis hava møguleikan at raðfesta nýggj átaksøki .