Útbúgvingartørvurin um alt landið á øllum stigum verður viðgjørdur , eisini arbeiðsmarknaðar- og vaksnamannaútbúgvingar . Seinast verða samstarvsmøguleikar við lærustovnar í øðrum londum umrøddir og í hesum sambandi er ítøkiligt uppskot um eina altjóða skrivstovu sum amboð til at tryggja samstarv millum føroyskar og útlendskar lærustovnar og tryggja føroyskum lesandi bestu møguleikar fyri útbúgving . Í 7. kapitli er drigið saman frá øllum kapitlum og uppskot til víðari mannagongdir eftir stuttari tíð ( upp til 3 ár ) , lutfalsliga longri tíð ( 3 -5 ár ) og langa tíð ( yvir 5 ár ) . 8. kapittul lýsir nakrar fíggjarligar avleiðingar av at útvega tilboð til føroysk lesandi uttan fyri Føroyar . Høvuðsendamál í einum framtíðar útbúgvingar- og granskingarpolitikki . Ein sterk útbúgvingar- , menningar- og granskingarskipan er eitt av týdningamestu amboðunum til at varðveita og økja um vælferðina í Føroyum og í framtíðini at skapa eitt livandi og mennandi samfelag hjá fólki at virka í. Føroyskir myndugleikar hava bert í heilt fá ár havt fulla ábyrgd av útbúgvingar- , menningar- og granskingarmálum . Málsøkið varð yvirtikið í 1979 , og í 1988 varð fulla fíggjarliga ábyrgdin yvirtikin við blokkinum . Føroyar hava arvað eina skúlaskipan , sum er lagað til eitt samfelag , sum er 100 ferðir størri enn okkara . Í dag er henda skipan ofta stirvin og óliðilig , og hon nýtir á ongan hátt teir fyrimunir , sum eru í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska . Vit hava eina skipan , sum í okkara høpi ofta tykist vera avmarkandi , tí hon ikki er lagað eftir okkara veruligu fyrimunum . Útbúgvingarpolitikknevndin hevur sett sær fyri at gjøgnumganga alla útbúgving og gransking í Føroyum og at orða yvirskipað mál , sum gransking og undirvísing eiga at seta sær fyri at røkka eftir ávísari tíð . 1 Endamál hjá útbúgvingar- og granskingarverkinum . At geva øllum í Føroyum bestu møguleikar at mennast persónliga og til at liva í einum demokratiskum og livandi samfelag , sum alla tíðina er ført fyri at laga seg til broyttar umstøður og nýggjar møguleikar og samstundis styrkja føroyska samleika . At bjóða øllum møguleika at útbúgva seg og á jøvnum føti menna síni verkligu , bókligu og skapandi evni alt lívið . At skapa eitt vitanarstøði í samfelagnum , sum almenningur , myndugleikar og vinnulív kunnu nýta sum grundarlag undir skilagóðum avgerðum , sum tryggja varandi loysnir . At skipa fyri góðum sambandi millum skúlar , útbúgvingarstovnar , almenning og vinnulív . At skapa øktar møguleikar hjá vinnulívinum við at byggja upp gransking og førleika á nýggjum økjum , sum kunnu verða støði undir einum meira fjøltáttaðum føroyskum vinnulívi . Í stuttum at skapa góðar og mennandi karmar um útbúgving , menning og gransking , so vit fáa sum mest burtur úr størsta tilfeingi Føroya : viti og áræði hjá fólkinum . Formur : Frá floksundirvísing til fríari formar Skúlasløgini : barnaskúli , framhaldsdeild , studentaskúli , handilsskúli og tekniskur skúli eru beinleiðis yvirtikin fra donsku skúlaskipanini . Eittans undantakið er fiskivinnuskúlin . Tann danska skipanin er ein upp á seg dýr loysn , serliga fyri miðnámsskúlarnar . Góðar grundir eru fyri at leita eftir broyttari skúlaskipan og virkisførari skipanum . Í øllum skúlunum fer dastið av undirvísing fram í føstum flokkum . Teir tímatalvustýrdu flokstímarnir seta høvuðskarmarnar um undirvísingina frá 1 . til 12 . ( 13. ) skúlaár . Eftir skipaðari ætlan eiga tær royndirnar , sum eru við at næmingarnir taka størri ábyrgd av undirvísingarevnum , at verða gjørdar upp . Tað eigur at verða sett sum mál at royna aðrar frálæruformar og fáa undirvísingarformarnar liðiligari . Møguleikar eiga at vera fyri at stovna skúlar uttan fyri almennu skúlanar , sum kunnu royna aðrar undirvísingarhættir . Næmingar og lesandi eiga at fáa størri og størri ábyrgd av at leggja sína leið í útbúgvingini . Skulu nóg nógv tilboð um miðnámsútbúgvingar vera um alt landið , er neyðugt at gera tað møguligt at skifta millum skúlasløgini , t.d. við modulskipanum í felags lærugreinum . Fyrilestrar , bólkaundirvísing og aðrir frálæruhættir eiga at koma aftrat floksundirvísingini . Innihald : Frá lærarastýrdari til spurningastýrda innlæring , Eins og í flestøllum grannalondum okkara er ráðandi undirvísingarhátturin í Føroyum lærarastýrd undirvísing . Í miðnámsskúlunum skulu næmingarnar vera við til at velja undirvísingarevni og aðrastaðni verða royndir gjørdar at arbeiða við verkætlanum , men hóast hetta man tað vanliga vera , at lærarin tekur ábyrgdina av , hvat næmingarnir verða undirvístir í. Tann natúrligi innlæringarhugurin hjá børnum , sum byggir á forvitni og kanningar av umhvørvinum , verður í skúlanum avloystur av aðrari mannagongd . Hetta er ikki í samsvari við tey krøv , sum samfelagið annars setur . Arbeiðshátturin í útbúgvingunum líkist frá arbeiðsháttinum í samfelagnum annars . Nútímans arbeiðslív krevur fólk , sum á skilagóðan hátt duga at finna loysnir á spurningum . Hetta er hitt øvugta av tí , sum fer fram í skúlanum , har spurningarnir verða býttir upp í fak , sum skulu lærast hvørt sær . Hóast frálærugransking vísir , at lærarastýrd undirvísing ikki er dyggasti frálæruhátturin , eru bert fá dømi í undirvísingarverkunum hjá okkum og í grannalondunum um spurningastýrda undirvísing , har fakini koma inn sum hjálpartól til at svara spurningum . Skal frálæran í føroyskum skúlum veruliga styrkjast , eigur endamálið at vera , at betri samsvar fæst millum arbeiðshættirnar í skúlaverkinum og í samfelagnum annars . Harafturat eigur skúlin veruliga at eggja og byggja á tað natúrliga forvitni , sum øll eru borin við . Eftir eini skipaðari ætlan eigur lærarastýrda undirvísingin at fáa aftrat sær arbeiðshættir , sum styðja upp undir samstarv og evni at loysa spurningar , t. e. spurningastýrda undirvísing . Hetta fer at krevja , at pedagogiska leiðslan á skúlunum verður styrkt og fær betri sømdir . Vitanardeplar .