10. desember 2007 1 Versjón 2.2 Álit um at endurskoða vegleiðingarskipanina Útbúgving er tann mest týðandi táttur í vitanarsamfelagnum, og tí er vegleiðing um fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar av alstórum týdningi, fyri at samfelagið skal fylgja altjóða menningini. Havandi hetta í huga setti landsstýrismaðurin í mentamálum í skrivi, dagfest 26. januar 2007, ein arbeiðsbólk, sum skuldi kanna alla vegleiðingarskipanina í Føroyum við atliti at nýskipan. Endamálið at dagføra vegleiðingina er fyrst og fremst at fáa eina greiðari skipan, og at styrkja førleikan hjá tí einstaka at velja útbúgving og arbeiði. Limirnir í arbeiðsbólkinum umboða skúlar, stovnar og myndugleikar, sum hava ábyrgd av og arbeiða við vegleiðing. Tey, ið hava mannað arbeiðsbólkin, eru: • Birgir Mortensen, Vegleiðarafelagið • Jane Hoydal, Skúlavegleiðarafelagið • Kenneth Jørgensen, Landsfelag Føroyinga í útbúgving, • Heðin D. Poulsen, ALS. Tók við eftir Kristionnu Winther Poulsen, sum fór í annað starv • John Mortensen, Almannastovan • Holger Arnbjerg, Altjóða Skrivstovan • Karl A. Olsen, Føroya Kommunufelag • Janus á Ryggi, Meginfelag Føroyskra Studenta • Claus Reistrup, Vinnu- og miðnámsskúladeildin, formaður í arbeiðsbólkinum • Jørgen Meitilberg, Mentamáladeildin.Tók við eftir Urd Johannesen, sum fór í annað starv,og • Jenny Lydersen, Fólkaskúladeildina Kommunusamskipan Føroya var biðin um at tilnevna lim í arbeiðsbólkin, men ynskti ikki at luttaka. Arbeiðsbólkurin hevur lýst og umrøtt hesi viðurskifti: 1. Hví er vegleiðing neyðug? 2. Verandi vegleiðingarskipan í Føroyum 3. Vegleiðingarskipanir í í Norðurlondum 4. Vegleiðingin í framtíðini 5. Vegleiðaraútbúgving 6. Lóggáva 7. Kanning, ið lýsir, hvørja ávirkan vegleiðing hevur 8. Fíggjarligar avleiðingar 9. Tilmæli ad 1 - Hví er vegleiðing neyðug? Øll, og serliga tey ungu, skulu hava møguleika fyri at menna síni evni bæði í útbúgvingar- og arbeiðshøpi. Vegleiðingin skal geva nøktandi grundarlag fyri at velja útbúgving og arbeiði. 2 Fyri at fremja hetta er tað umráðandi, at øll fáa professionella og samanhangandi vegleiðing um útbúgving, vinnumøguleikar og yrkisleið, líka mikið nær í lívinum, tey hava tørv á hesum. Vegleiðingin skal geva øllum eitt haldgott grundarlag fyri at velja útbúgving og arbeiði. Vegleiðingin skal eisini virka fyri, at skiftið millum útbúgvingarskipanirnar frá fólkaskúla til miðnámsútbúgving og víðari til framhaldslestur er væl skipað. Sama er galdandi frá útbúgving til arbeiðslív, ella tá ið fólk hava tørv á at dagføra sína útbúgving fyri at lúka nýggj krøv, ið arbeiðsmarknaðurin setur. ad 2 - Verandi vegleiðingarskipanir Vegleiðing fer í dag fram í hesum skúlum og stovnum: • í fólkaskúlanum, • í miðnámsútbúgvingunum, • í Altjóða skrivstovuni, stytt ASK • í Landsfelag Føroyinga í Útbúgving, stytt LFÚ • í hægri útbúgvingum • á Almannastovuni og • í Arbeiðsloysisskipanini, stytt ALS Tað er sera ymiskt, hvussu vegleiðingin er skipað bæði við atliti at lógarkørmum, reglum og við atliti at tí tilfeingi, sum verður tillutað vegleiðingini í oman fyri nevndu útbúgvingum og stovnum. Í fólkaskúlanum er eingin kunngerð um arbeiðsuppgávur hjá skúlavegleiðarum, og tí er tað ymiskt, hvussu vegleiðingin í teimum ymisku fólkaskúlunum er skipað, og hvussu hon virkar. Tørvur er tí á regluverki um tær ymsu vegleiðingaruppgávurnar, sum skúlavegleiðararnir skulu fremja. Í lønarsáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið eru tímar settir av til vegleiðing. Í studentaskúla- og HF-útbúgvingini er vegleiðingin skipað sambært kunngerð. Í kunngerðini er tilskilað, hvussu vegleiðingin skal fara fram, og hvørjar tættir hon skal taka upp. Harumframt er í lønarsáttmála millum YF og Fíggjarmálaráðið tímar settir av til vegleiðing. Í hinum miðnámsútbúgvingunum eru ongar kunngerðir um innihaldið í vegleiðingini ella um, hvussu vegleiðingin skal fremjast, men skúlarnir hava oftast gjørt innanhýsis ásetingar um, hvussu vegleiðingin skal skipast. Í lønarsáttmálum millum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið eru tímar settir av til vegleiðing í útbúgvingunum. LFÚ hevur eina almenna útbúgvingarvegleiðing. Hetta er eitt tilboð til øll, sum hava tørv á upplýsing um útbúgving bæði í Føroyum og uttanlands. Í teimum hægri útbúgvingunum er vegleiðing í sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og á læraraskúlanum. 3 Altjóða Skrivstovan er savningarstað fyri vitan um hægri útbúgvingar og stuðulsmøguleikar hjá føroyingum, ið lesa uttanlands. Harumframt hevur stovnurin lestrarvegleiðing fyri lesandi, sum ætla sær undir hægri útbúgving. Á Almannastovuni og í ALS er eingin serstøk vegleiðing um útbúgving, men stovnarnir fáa til vega kunning frá ymiskum útbúgvingarstovnum, tá ið teir skulu kunna viðskiftafólkini um útbúgvingarmøguleikar. ALS hevur ábyrgd av at ávísa arbeiði til fólk, ið søkja sær arbeiði, og at lýsa førleikakrøv, sum tey ávísu arbeiðini seta. ALS kann eisini vísa teimum, ið søkja sær arbeiði, til vegleiðingina í útbúgvingarstovnunum. Almannastovan hevur ábyrgd av at vísa á, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru, fyri at viðkomandi kann gerast sjálvbjargin. Í hesum føri kann Almannastovan vísa viðkomandi til vegleiðingina í útbúgvingarstovnunum. Hóast arbeiðsuppgávurnar í stóran mun eru tær somu hjá vegleiðarunum í útbúgvingarverkinum, í stovnum og hjá myndugleikum, so er tað ymiskt, hvussu uppgávurnar verða loystar, og hvussu nógv tilfeingi er sett av til vegleiðingararbeiðið. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at ov lítið samfesti er í verandi vegleiðingarskipan bæði í longdarskurði og tvørskurði. Í dag er eingin stovnur ella skipan, sum fylgir við, hvar teir næmingar, sum gevast í útbúgvingarskipanini, fara, t.d. í aðra útbúgving, arbeiði, ella um teir eru arbeiðsleysir. Verandi skipan hevur veikleikar, tá tað snýr seg um lóggávu, játtan, hølisviðurskifti, miðlar og ymiskar stuðulsfunktiónir. Harumframt er samstarv millum vegleiðing og arbeiðsmarknaðin ikki nøktandi. Stórur tørvur er á útbúgvingartilboðum bæði viðvíkjandi grundleggjandi vegleiðaraútbúgving og regluligari eftirútbúgving fyri vegleiðarar. Somuleiðis er sera stórur tørvur á undirvísingartilfari, sum er gjørt til føroyska samfelagið. ad 3 - Vegleiðingarskipanir í øðrum Norðurlondum Ymiskt er, hvussu vegleiðingin er skipað í Norðurlondum, og verður niðan fyri í stuttum greitt frá skipanunum. Svøríki hevur í meiri enn 40 ár havt eina vegleiðingarskipan, har vegleiðararnir hava eina 3 ára útbúgving (180 ECTS). Vegleiðararnir eru í starvi á vegleiðingarstovu, men eru vanliga knýttir at skúla ella øðrum stovni eitt ávíst tímatal. Styrkin í skipanini er, at vegleiðararnir hava eina serliga útbúgving. Tó er ein vansi við skipanini, at vegleiðararnir ikki hava regluligt samband við næmingarnar í skúlum, har teir vegleiða. Í Finnlandi hava so at siga allir vegleiðarar eina sálarfrøðiliga útbúgving, og eru teir annðhvørt knýttir at einum stovni, skúla, arbeiðsmarknaðarstovni ella sosialum stovni. Fyrimunurin í skipanini er, at vegleiðingin er sera professionel serliga viðvíkjandi einstaklingari-sálarfrøðiligari vegleiðing, men vansin er, at vegleiðararnir serliga í skúlahøpi hava ov lítið innlit í skúlaviðurskifti. 4 Noreg hevur eitt stórt tal av ymiskum vegleiðingarskipanum, og hvør skipan hevur sína serligu vegleiðaraútbúgving, men eingi formlig krøv eru um útbúgving. Arbeitt verður í løtuni við at endurskoða norsku vegleiðingarskipanina, so betur samanhangur verður í vegleiðingini. Fyrimunurin í skipanini er, at vegleiðararnir kenna væl tey vegleiðingarsøkjandi, men vansin er, at útbúgvingarkrøvini til vegleiðarar í teimum ymsu vegleiðingarkervunum eru sera ymisk, og at vegleiðingin ikki hongur saman tvørtur um útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarmørk. Í Íslandi er vegleiðingin skipað í skúlum og í læringardeplum. Vanligt er, at ein vegleiðari er í hvørjum skúla, og at hann tekur hann sær av allari vegleiðing, men í fólkaskúlunum uttan fyri Reykjavík er næstan eingin vegleiðing. Einki formligt krav um útbúgving er sett til teirra, sum virka sum vegleiðarar, men fleiri vegleiðarar hava eina masterútbúgving í vegleiðing. Vegleiðarar, sum hava arbeiðsávísing um hendi, hava altíð masterútbúgving í vegleiðing. Í Danmark vóru til 2005 fleiri enn 25 ymiskar vegleiðingarskipanir, og hvør skipan hevði sína egnu útbúgving og setanarviðurskifti. Í 2005 var nýskipan framd, har yvirskipað og samskipað ábyrgd av allari vegleiðing var løgd til serligar stovnar í amtunum ( í dag “regionerne”). Uppgávan hjá vegleiðarunum í útbúgvingarstovnunum er broytt frá at veita breiða vegleiðing til fyrst og fremst at fremja sonevnda gjøgnumføringarvegleiðing, t.e. at hjálpa næmingum, so at teir taka útbúgving sína við so góðum úrsliti sum gjørligt. Vegleiðing um útbúgving á arbeiðsmarknaðinum er í arbeiðsávísingardeplum (jobcentre). ad 4 - Vegleiðingin í framtíðini Í hesum parti verður nærri lýst, hvussu ein samanhangandi vegleiðingarskipan eigur at verða skipað fyri at styrkja og víðka samlaðu vegleiðingina. Endamál Vegleiðingin skal • taka støði í persónligu fortreytunum hjá tí einstaka, • styrkja tilvitanina hjá tí einstaka um týdningin av at velja útbúgving og yrkisleið, so dentur verður lagdur á bæði tilgongd og endamál, • styrkja tilvitanina hjá tí einstaka um kvalifiserað val avútbúgving og yrkisleið, • vísa á útbúgvingarmøguleikar, sum kunnu styrkja um førleikan hjá tí einstaka bæði í útbúgvingarhøpi og á arbeiðsmarknaðinum, • geva tí, sum søkir sær vegleiðing, førleika í sjálvstøðugt at nýta leitingaramboð í sambandi við útbúgving og yrkisleið, • geva lesandi skeið í lestrarteknikki og kunnleika um góðar lestrarvanar, • skipa fyri, at tey, sum ikki eru í útbúgving ella arbeiði, fáa kunning og vegleiðing um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar og • vísa á gongdar leiðir innan útbúgving og yrkisleið við støði í fortreytunum hjá tí einstaka. Fyriskipan Vegleiðingin verður skipað í tveimum streingjum: Ein vegleiðing, sum fer fram í skúlum, á stovnum, hjá áhugafeløgum o. ø, og ein vegleiðingarstova, sum hevur yvirskipaða og samskipandi ábyrgd av allari vegleiðing í Føroyum. Vegleiðing á staðnum 5 Vegleiðingin í fólkaskúlanum hevur til endamáls at vísa á og gera tað sjónligt, at tað í vitanarsamfelagnum er av avgerandi týdningi at ogna sær førleikagevandi útbúgving í minsta lagi á miðnámsstøði. Vegleiðingin fevnir í høvuðsheitum um hesi trý øki: • vegleiðandi samrøða • starvsvenjing • útbúgvingar og vinnulívskunning Vegleiðingin skal veita næminginum persónliga ráðgeving, so hann fær innlit í egnar útbúgvingarfortreytir og verður førur fyri at gera eina útbúgvingarætlan við støði í einum tilvitaðum vali. Vegleiðingin skal geva næninginum eitt ítøkiligt grundarlag fyri at velja útbúgving og yrkisleið. Hetta verður gjørt við at kunna um ymsar útbúgvingarmøguleikar aftan á loknan fólkaskúla og við at hjálpa næminginum at velja starvsvenjingarstað og leggja starvsvenjingina til rættis. Harumframt skal vegleiðingin virka fyri at loysa møguligar útbúgvingartrupulleikar, ið kunnu standast av t.d. likamligum, sálarligum og sosialum viðurskiftum. Lestrarvegleiðingin skal vera ein sjónligur partur av virkseminum í teimum einstøku miðnámsskúlunum. Lestrarvegleiðingin skal hjálpa til at skapa eitt gott lestrarumhvørvi og trivnað hjá tí einstaka næminginum. Lestrarvegleiðingin skal eisini samstarva neyvt við Vegleiðingarstovuna, tá ið kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar. Lestrarvegleiðingin innan hægri útbúgving veitir lesandi kunning, ráð og vegleiðing um útbúgvingargongdina. Vegleiðingin skal serliga leggja dent á at kunna og vegleiða tey lesandi um krøvini, sum eru í útbúgvingini, og um teir ymsu valmøguleikarnar, sum eru í lestrargongdini. Somuleiðis skulu tey lesandi kunnast um vinnumøguleikar, sum útbúgvingin gevur. Vegleiðingin hjá ALS og á Almannastovuni skal serliga leggja dent á at útvega viðskiftafólki arbeiði ella hjálp við støði í fortreytunum hjá tí einstaka. Um so er, at ávísar útbúgvingarfortreytir skulu dagførast, ella at viðskiftafólkið ynskir eina ávísa útbúgving, kann viðkomandi verða vístur til Vegleiðingarstovuna fyri at fáa nærri upplýsingar um ymiskar útbúgvingarmøguleikar. Vegleiðingarstovan Vegleiðingarstovan hevur til endamáls at veita brúkarunum serkøna vegleiðing, her í millum at veita eina gjølla og fakliga vegleiðing, sum vísir á gongdar leiðir við atliti at útbúgving og yrkisleið, og at styrkja ta samlaðu vegleiðingina. Høvuðsuppgávur hjá vegleiðingarstovuni verða m.a. hesar: 1. Samskipa vegleiðingartiltøk 2. Veita stovnum og vegleiðarum hjálp í ítøkiligum málum 3. Gera hóskandi tilfar at nýta á ymiskum stigum í vegleiðingarhøpi 4. Kunna um útbúgvingarmøguleikar uttanlands og um ymiskar umbýtisskipanir 5. Veita tí einstaka, ið kemur á gátt, vegleiðing 6. Vegleiða um útbúgvingarmøguleikar við atliti at ymiskum størvum á arbeiðsmarknaðinum 7. Fremja uppsøkjandi virksemi við atliti at teimum, sum ikki hava eina útbúgving 8. Hava samband við myndugleikar, feløg og stovnar við atliti at vegleiðing 9. Samstarva bæði við almenna og privata arbeiðsmarknaðin 6 10. Vegleiða ymiskar myndugleikar, stovnar og feløg, t.d. í sambandi við endurbúgving 11. Vegleiða fólki, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, um málundirvísing og samfelagslig og mentanarlig viðurskifti 12. Dygdarmenna virksemið við støði í regluligum eftirmetingum 13. Vera myndugleikunum til hjálpar í sambandi við at eftirútbúgva vegleiðarar og dagføra vegleiðaraútbúgvingina Skipan av vegleiðingarstovu Vegleiðingarstovan fer at hava ein týðandi leiklut innan vegleiðing. Vegleiðingarstovan skal vera ráðgevingarstova hjá øllum skúlum og stovnum, tá ið tað snýr seg um útbúgvingarviðurskifti, ið ikki eru partur av útbúgvingini á stovninum. Vegleiðingarstovan hevur eisini til uppgávu at samstarva við vinnulívið bæði á almenna og privata arbeiðsmaranaðinum. Virksemið hjá Vegleiðingarstovuni er fyri alt landið, og Vegleiðingarstovan skal hava samband við skúlar og stovnar í øllum landinum, soleiðis at fólk á staðnum vita, at tey kunnu leita sær fjøltáttaða vegleiðing. Møguleiki skal vera at fáa vegleiðing um útbúgvingarmøguleikar, yrkisleiðir og menning av yrkisførleika. Vegleiðingarstovan hevur ábyrgd av at fáa til vega tilfar og at veita upplýsing um útbúgvingar og yrkisleið í ymiskum miðlum. Á vegleiðingarstovuni skulu starvast vegleiðararvið við útbúgving, men tá tørvur er á at loysa serligar uppgávur, skal tað bera til hjá vegleiðingarstovuni at lána (leyskeypa) vegleiðara, sum hevur serligan kunnleika á økinum, frá einum øðrum stovni. Føroyska útbúgvingarverkið er lítið, og tí verður neyðugt, at fólk, sum t.d. hava tikið serligar partar í vegleiðaraútbúgvingini ella hava eina serliga vitan, kunnu virka aðrastaðni enn bara á tí stovni, har tey eru sett í starv. Hesin liðileiki fer at geva vegleiðingini størri fjølbroytni, tí fleiri fólk við serkunnleika kunnu verða knýtt at vegleiðingarstovuni. Tað skal bera til hjá einum stovni at útvega sær serkøna hjálp frá Vegleiðingarstovuni fyri at loysa ávísar uppgávur. Talan kann vera um kunning um útbúgvingarmøguleikar uttan fyri Føroyar eitt tíðarskeið á árinum, ella at almannaverkið ella ALS hava ynski um, at ein vegleiðari frá Vegleiðingarstovuni er at hitta ávísar tíðir á ávísum støðum kring landið. Við atliti at málstýring fyri arbeiðsuppgávur, sum vegleiðingarstovan skal loysa, verður mælt til, at Mentamálaráðið á hvørjum ári ger sáttmála við Vegleiðingarstovuna um mál, sum Vegleiðingarstovan skal røkka komandi ár. Útbúgvingarstovnar Einstaki skúlin/útbúgvingarstovnurin hevur ábyrgd av, at: • vegleiðarar verða settir í starv í skúlunum - skúlar kunnu eisini samstarva um vegleiðara • miðvíst verður arbeitt við málsetningum hjá einstaka næminginum í útbúgvingarhøpi • hava regluligar samtalur við næmingar um útbúgvingarætlanir • kunna næmingarnar um ymiskar útbúgvingar- og vinnumøguleikar sum t.d. o krøv, ið ymiskar útbúgvingar seta, til fakligar fortreytir og persónligar førleikar, o ymiskar lestrarstuðulsskipanir, 7 • o útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving í skúlanum/stovninum og o leiklutin hjá Vegleiðingarstovuni innan ítøkiliga kunning um útbúgvingarmøguleikar vegleiðarin í samstarvi við leiðslu skúlans er við í arbeiðinum at loysa trupulleikar hjá einstøkum næmingum ad 5 - Vegleiðaraútbúgving Útbúgvingarskipanin og arbeiðsmarknaðurin eru tey seinastu árini vorðin alsamt meiri fjølbroytt, og tað krevur tí eitt høgt fakligt støði at hava innlit í útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarkrøvini. Nýggja vegleiðingarskipanin krevur, at vegleiðararnir hava vegleiðararútbúgving. Arbeiðsbólkurin metir við støði í krøvum, sum verða sett í øðrum Norðurlondum, at ein diplomútbúgving, ið fevnir um 60 ECTS, má vera eitt minstakrav til eina vegleiðaraútbúgving. Niðanfyri verður nærri lýst, hvussu arbeiðsbólkurin heldur, at vegleiðingarútbúgvingin skal verða skipað. 1. Fortreytir fyri upptøku til útbúgvingina Fyri at verða tikin inn á útbúgvingina skal viðkomandi sum meginreglu hava eina fakliga útbúgving, ið ger hann skikkaðan til starv í undirvísingarverkinum ella á einum stovni, sum virksemið hjá Vegleiðingarstovuni fevnir um. Harumframt verður kravt, at allir vegleiðarar, sum ikki hava vegleiðaraútbúgving, skulu taka hesa útbúgving, og teir skulu hava framíhjárætt til útbúgvingarpláss. Tað skal eisini bera til hjá einstaklingum, ið hava áhuga fyri førleikamenning, og sum hava ætlanir um seinni at virka sum vegleiðarar, at taka vegleiðaraútbúgving. 2. Útbúgvingin Vegleiðaraútbúgvingin skal hava eitt støði, ið svarar til 60 ECTS á diplomstøði. Grundútbúgvingin fatar um tríggjar grundeindir, sum hvør er 9 ECTS. Grundeindirnar snúgva seg um grundleggjandi fyribrigdi innan vegleiðing, og eru evnini hesi: Vegleiðing og vegleiðari, Vegleiðing og tann einstaki, og Vegleiðing og samfelagið. Síðsta eindin viðger seliga viðurskifti innan útbúgvingarverkið, arbeiðsmarknaðin og førleikakrøv á framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Útbúgvingin kann skipast í tveimum stigum. Allir vegleiðarar skulu í minsta lagi hava eina grundútbúgving, sum er 27 ECTS, men fyri at útinna ávísar arbeiðsfunktiónir, t.d sum fulltíðar vegleiðari á vegleiðingarstovuni, skal ein vegleiðari altíð hava samlaðu útbúgvingina á 60 ECTS. Málið er, at um eini 3 ár, skulu allir vegleiðarar, uttan mun til hvar teir starvast, hava eina samlaða vegleiðaraútbúgving á 60 ECTS. Tey írestandi 33 ECTS verða sett saman av tveimum valeindum á 9 ECTS og einari uppgávu, sum er 15 ECTS. Vegleiðarin velur bæði valeindirnar og ta stóru uppgávuna eftir egnum áhuga. Hetta merkir, at vit fáa vegleiðarar, sum hava serførleika innan ymisk øki. Tað er neyðugt, at vegleiðaraútbúgvingin verður skipað professionelt og í samstarvi við útbúgvingarstovn uttanlands, so støðið í útbúgvingini verður høgt, samstundis 8 sum atlit verða tikin at okkara egna tørvi. Samstarv má skipast við Føroya Læraraskúla/Fróðskaparsetur Føroya, so hesin stovnur kann ogna sær vitan innan økið at útbúgva vegleiðarar, m.a. við atliti at eindini um vegleiðing og samfelag. Á henda hátt verður helst møguligt sum frá líður at taka eina vegleiðaraeind í læraraútbúgvingini. Viðkomandi lærari kann seinni gerast vegleiðari, um hann tekur írestandi partar av vegleiðaraútbúgvingini. 3. Avriksflutningur fyri arbeiðsroyndir og tílíkt Í verandi vegleiðingarskipan eru fleiri vegleiðarar, sum bæði hava vegleiðaraútbúgving, annaðhvørt alla útbúgvingina ella partar av útbúgvingini, og drúgvar royndir sum vegleiðarar. Møguleiki skal vera fyri, at hesir vegleiðarar verða ekvivalensmettir við støði í útbúgving og arbeiðsroyndum í mun til nýggju krøvini innan vegleiðaraútbúgving. Hetta er neyðugt, til tess at verandi vegleiðarar fáa møguleika at uppstiga sín førleika, so teir formliga lúka krøvini um útbúgving, og á tann hátt kunnu halda fram sum vegleiðarar. Hetta fer eisini at styrkja um vegleiðingina á staðnum. Tað skal eisini verða møguligt at fáa avriksflutning frá føroysku útbúgvingini til eina útbúgving uttanlands, so víðari útbúgving verður ein møguleiki. Í hesum førum má avtala gerast við útbúgvingarstovn uttanlands, so grundeindirnar verða partar av einari heild. 4. Fígging Stovnarnir mugu átaka sær eina ávísa fíggjarliga ábyrgd í sambandi við at útbúgva vegleiðarar. Skotið verður tí upp, at ein skipan verður sett í verk, har einstaki skúlin/stovnurin rindar ein part av útreiðslunum í sambandi við útbúgving av vegleiðara. Ein tílík skipan fer helst at føra við sær, at einstaki stovnurin fer at leggja eina strategiska ætlan fyri vegleiðing, so talan verður um miðvíst at fremja ein væl umhugsaðan vegleiðingarpolitikk, ið hóskar til stovnin. Mentamálaráðið eigur at gera eina 3 ára ætlan fyri útbúgving av vegleiðarum og seta fíggjarorku av til endamálið. Mælt verður til at byrja nýggju útbúgvingina 1. januar 2009, og at samlaða útbúgvingin verður framd eftir trimum árum. Við støði í eini tørvsmeting metir arbeiðsbólkurin, at samlaða arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarverkið hevur tørv á, at 20 - 25 vegleiðarar verða útbúnir beinanvegin. 5. Fyrisiting Vegleiðingin má javnan verða dagførd, eisini við atliti at vegleiðaraútbúgving og eftirútbúgving, av tí at útbúgvingarnar og krøvini á arbeiðsmarknaðinum alsamt broytast. Skotið verður upp, at sett verður ein 7- mannanevnd, ið skal leggja til rættis, hvussu vegleiðaraútbúgvingin verður skipað og framhaldandi ment, og hvat innihaldið skal vera í útbúgvingar eindunum. Limirnir í 7-mannanevndini verða valdir fyri eitt tvey ára skeið og skulu umboða týðandi partar innan vegleiðing og arbeiðsmarknað. Skotið verður upp, at nevndin verður mannað soleiðis: o 1 limur frá ALS/Almannastovuni, o 1 frá limur frá Vinnuhúsinum, o 1 limur frá løntakarafeløgunum, o 2 limir frá vegleiðarafeløgunum, har ein limur umboðar fólkaskúlaøkið og ein limur umboðar vinnu- og miðnámsskúlaøkið, 9 o 1 limur frá Mentamálaráðnum og o 1 limur LFÚ/MFS. Umboð fyri Vegleiðingarstovuna verður skrivari í nevndini, men hevur ikki atkvøðurætt. ad 6 - Lóggáva Ein yvirskipað lóggáva skal verða gjørd fyri alla vegleiðing í Føroyum, so greiðir karmar eru fyri at skipa eina samanhangandi vegleiðing bæði í longdarskurði og tvørskurði. Í lóggávuni skal greitt tilskilast, hvørjar uppgávur einstøku partarnir skulu útinna, og hvussu ymiskar vegleiðingaruppgávur verða samskipaðar. Tað er í hesum sambandi av stórum týdningi at kanna, hvussu vegleiðingin í Norðurlondum er skipað, so vit fáa íblástur til lóggávuarbeiðið. Kunngerð verður gjørd um virksemið hjá Vegleiðingarstovuni, herímillum um samstarvið við ALS og Almannastovuna, og virksemið hjá vegleiðingini í útbúgvingarverkinum í sínari heild. Høvuðsuppgávurnar, sum vegleiðingin á teimum ymsu stigunum skal taka sær av, verða ásettar í kunngerð, meðan vegleiðingin á staðnum ger ítøkiligu virksemisætlanina í skúlum og stovnum í samstarvi við leiðsluna. ad 7 – Kanning um hvørja ávirkan vegleiðing hevur Arbeiðsbólkurin hevði uppskot um at gera eina kanning fyri at fáa ítøkiliga vitan um, hvussu nógv fólk hava fingið vegleiðing, og hvørja ávirkan vegleiðingin hevur havt, tá tey hava valt útbúgving ella yrkisleið. Tíverri var kanningin av ongum orsakað av tíðarneyð. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tílik kanning verður framd sum skjótast. ad. 8 - Fíggjarligar avleiðingar Mett verður, at tað fer at krevja tvey ársverk afturat innan vegleiðing at umskipa Altjóða Skrivstovuna til Vegleiðingarstovu, men hesi ársverk kunnu verða býtt út á fleiri starvsfólk, sbr. punkt 4: Vegleiðingin í framtíðini. Harumframt er eisini neyðugt at seta eitt skrivstovufólk. Metingin um tilfeingið, sum krevst til nýggju vegleiðingarstovuna, tekur støði í, at arbeiðsuppgávurnar hjá Vegleiðingarstovuni verða greitt lýstar, at tær javnan, t.d. eina ferð um árið, verða endurskoðaðar við atliti at tillaging í mun til tørv og tøkniligu menningini. Sí reglubrotið um málstýring umvegis sáttmála millum Mentamálaráðið og Vegleiðingarstovuna. Neyðugt er at økja tilfeingið í samlaðu útbúgvingarskipanini fyri at seta nýskipanina í verk, tí uppgávurnar verða fleiri og meira fjølbroyttar og tænastustøðið hægri. Nakað av tilfeingi kann fáast til vega á tann hátt, at vegleiðingin, sum í dag fer fram hjá LFÚ-ráðgevingini, verður flutt í Vegleiðingarstovuna, og játtanin samstundis fylgir við. Harumframt má hyggjast nærri at, hvussu tilfeingið í teimum ymsu skúlunum er býtt. Tað er umráðandi at styrkja vegleiðingina í skúlum og stovnum, og at vegleiðing fær tillutað tilfeingi eftir ásettum frymli. At vegleiðingarstova verður sett á stovn, skal ikki føra til, at verandi vegleiðingartilfeingi í skúlunum minkar. 10 ad 9 - Tilmæli Umráðandi er, at stórur dentur verður lagdur á vegleiðing í øllum stigum í allari útbúgvingarskipanini. Næmingarnir skulu longu í yngstu flokkum fólkaskúlans fáa grundleggjandi vitan um og hugburð til at søkja sær vitan um teir møguleikar, teir hava viðvíkjandi útbúgving og arbeiði. Eisini skulu næmingarnir ogna sær vitan um tey krøv, sum verða sett innan útbúgvingar og á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt er neyðugt, at næmingarnir hava fastlagdar vegleiðingartímar í ársætlanini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at landsstýrismaðurin fer í holt við fyrireikingararbeiðið at nýskipa vegleiðingina og vegleiðaraútbúgvingina sambært hesum áliti. Eisini er umráðandi, at Mentamálaráðið ger lóg um vegleiðingarskipan og reglugerðir í hesum høpi, so ein nýggj vegleiðingarskipan og vegleiðaraútbúgving kann setast í verk frá 1. januar 2009, tá ið nýtt fíggjarár byrjar. Birgir Mortensen John Mortensen Holger Arnbjerg Jane Hoydal Kenneth Jørgensen Jørgen Meitilberg Claus Reistrup 11 Heðin D. Poulsen Karl A. Olsen Jenny Lydersen