. Útbúgving, gransking, vinnulív og sjálvstýri. . . Føroyskur førleiki. . Álit til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum og til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í sambandi við ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina. . . . . Formæli. Nevndin, sum hevur skrivað hesa frágreiðing um útbúgvingar- og granskingarpolitikk, hevur hildið uppgávu sína vera at virka sum ein hugskotsgrunnur, sum landsstýrismaðurin kann oysa av. Tær til-ráðingar, sum nevndin leggur fram, eru hugskot til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum at arbeiða meira við. Eisini tænir frágreiðingin fyri ein part sum útgreiningar o.a. til landsstýrismannin í sjálvsstýrismálum í sambandi við sjálvsstýrisverkætlanina. Nevndin hevur í sínum arbeiði, mest møguligt, valt at hildið seg til meira verulig tilmæli, heldur enn háfloygdar framferðarhættir (strategiir), fyri í størst møguligan mun at virka fyri, at tað, sum mælt verður til, hevur møguleika at verða framt. Frágreiðingin er í tveimum. Í fyrra bindi eru tilráðingar og tilmæli, í seinna bindi eru frágreiðingar, skjøl o.tíl. Skjølini í bindi II eru skipað á sama hátt sum tættirnir í bindi I. Hetta skuldi kunnað ført við sær, at um lesarin kemur fram á eitthvørt, sum hann kundi hugsað sær at fingið meira at vita um, kann hann finna nágreiniligari tilfar í seinna bindi. Bind I er býtt í ein tilmælispart, sum vísir á, hvørji tilmæli nevndin er komin fram til. Hesin partur tekur eisini saman um. Síðani kemur sjálv frágreiðingin. Verður bert tilmælisparturin lisin, fær lesarin eina heildarmynd av frágreiðingini uttan at kenna til smálutirnar aftan fyri tilmælini. Tilmælini í kap. 7 eru løgd út á heimasíðuna hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum (www.umms.fo) saman við sjálvari frágreiðingini, soleiðis at áhugaðir lesarar kunnu gera sínar viðmerkingar til tilmælini. Í tann mun, tað ber til, vilja nevndarlimirnir svara møguligum ivamálum, spurningum o.tíl. Nevndin verður sett Í mai 1997 setti táverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og granskingarmálum, Eilif Samuelsen, eina nevnd, sum varð nevnd útbúgvingarpolitikknevndin – stytt ÚBPN. Nevndin fekk henda arbeiðssetningin. ”Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum heitir á tygum um at gerast limur í nevnd, sum ska. gera landsstýrismanninum í undirvísingar- og granskingarmálum tilráðing um, hvussu ein tíðarhóskandi útbúgvingarpolitikkur kann orðast og fremjast, sum skal fevna um øll føroysk útbúgvingartilboð (undir hesum eisini vaksnamannaútbúgvingar, hægri útbúgvingar og gransking) og samansjóða hesi tilboð við teir útbúgvingarmøguleikar, sum føroyingar hava uttanfyri Føroya. vísa á, hvørjar útbúgvingar vit eiga at leggja dent á í framtíðin. lýsa sambandið millum útbúgving, gransking og vinnulív við atliti at tørvinum á vinnulívs- relateraðum útbúgvingartilboðum og granskingarøkjum, sum eru til frama fyri føroysku vinnuna og føroyska samfelagið sum heil. vísa á, hvussu ein framtíðar føroysk útbúgvingarskipan í formi, innihaldi og krøvum eigur at verða skipað, so hon lýkur tey krøv, sum norðurlendsku grannalond okkara og onnur evropeisk lond seta til nútíðar útbúgvingar, og harvið eisini tryggjar mobilitetin hjá tí einstaka lesandi í einum altjóða útbúgvingarhøpi. Nevndin varð sett saman soleiðis. Petur Petersen, formaður. Karin Toftegaard (Karin fór til Danmarkar og í hennara stað kom Maria Róin í sept. 1998). Jóan Pauli Joensen (Jóan Pauli fór til Noregs og í hansara stað kom Arne Nørrevang. Móti endanum av 1998 fór Arne frá sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya og í hansara stað kom nýggi rektarin, Malan Marnersdóttir, í byrjanini av 1999). Arne Poulsen. Kjartan Hoydal. Ronnie Thomasen. og Claus Reistrup og Ingibjørg Berg sum skrivarar. Nevndin hevði sín fyrsta fund tann 20. august 1997, har landsstýrismaðurin í undirvísingar- og granskingarmálum eisini var til staðar. Síðani hevur nevndin havt 18 nevndarfundir, seinast 4. mai 1999. Nevndin hevur í sambandi við nevndarfundirnar vitjað virkir, stovnar og skúlar fyri at fáa størri innlit í tað virkisøki, sum hesi virka undir, fyri betur at kunna røkka arbeiðssetningi nevndarinnar. Á fyrsta nevndarfundi varð nevndin býtt í tríggjar undirnevndir, ið hvør skuldi taka sær av at skriva um ávís evni í arbeiðssetninginum. Arbeiðssetningurin, ið er sera vítt orðaður, gjørdi, at nevndin við hvørt hevði trupult við at liva upp til hann í sínari heild, tí at tað hevði kravt nógva orku og hevði tikið langa tíð at komið á mál. Nevndin arbeiddi við at gera ávísar avmarkingar í arbeiðinum. Nýggjur arbeiðssetningur. Í januar 1999 sendi núverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og granskingarmálum, Signar á Brúnni, nevndini eitt skriv, har hann heitti á nevndina um at leggja upp fyri sjálvstýrisverkætlanini. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og granskingarmálum hevði, saman við landsstýrismanninum í sjálvsstýrismálum, gjørt av at heita á nevndina um at arbeiða eftir einum broyttum arbeiðssetningi. Nevndin viðgjørdi uppleggið og samtykti at broyta arbeiðssetningin samsvarandi áheitanini. Nýggi arbeiðssetningurin er soljóðandi. ”1. Stutt lýsing og meting av føroyskum útbúgvingar- og granskingarpolitikki higartil. 2. Høvuðsendamál í einum framtíðar útbúgvingar- og granskingarpolitikki: • Orðing av hugsjónarligum støði og høvuðsraðfesting fyri ein føroyskan útbúgvingar- og granskingarpolitik. 3. Útbúgving, gransking og vinnulív • Sambandið millum bókligar og vinnuligar útbúgvingar – millum lærustovnar, vinnulív, fyritøkur og stovnar • Sambandið millum grundgransking og endamálsgransking • Tørvurin á óheftum granskingar- og útbúgvingarstovnum • Granskingarumhvørvi í Føroyum og møguleikarnir fyri nýskapan/innovasjón • Granskingarumhvørvi og samskipan millum privata og almenna sektorin • Privat og almenn fígging av gransking og útbúgvingum • Eftirmetingarskipa. 4. Útbúgving, gransking og almenn fyrisiting • Tørvurin á útbúgving og gransking í mun til almenna fyrisiting og almenna sektorin sum heild • Granskingarumhvørvi og leiklutur hjá granskingini innan almenna fyrisiting og umsitin. 5. Altjóða samstarv innan gransking og útbúgving • Samstarv við einstøk lond, stovnar og felagsskapir • Luttøka í granskingarverkætlanum • Útbúgving og gransking innan norðurlendska samstarvið • Samstarv millum Føroyar og aðrar smátjóðir • Samstarv innan útbúgving og gransking í ES-høpi • Samstarv við altjóða felagsskapir og lond uttan fyri Evropa • Eftirmetingarskipa. 6. Útbúgvingarskipan og tilboð til hin einstaka • Samanhangurin í útbúgvingarskipanini frá fólkaskúla um miðnáms- útbúgvingarnar til hægri lestur • Lívslong útbúgving til hin einstaka • Krøv og raðfestingar til útbúgvingartilboð í Føroyum – bókliga og vinnuliga • Útbúgvingartilboð kring landið – nýggir útbúgvingarhættir við kunningar-tøkni • Samansett útbúgving í Føroyum og uttanlands • Útbúgvingartilboð uttanlands • Tørvurin á altjóða skrivstovu í Føroyum, sum ger avtalur við onnur lond um útbúgving og vegleiðir hin einstaka • Framferðarhættir fyri, hvussu vit byggja upp nýggjar útbúgvingar • Eftirmetingarskipa. 7. Ítøkilig stig: Nevndin skal lýsa, hvat krevst og kann setast í verk í samlaða útbúgvingar- og granskingarpolitikkinum: Verkseting: • Eftir stuttari tíð • Eftir lutfalsliga longri tíð (fáum árum) • Einans eftir umfatandi umleggingum og fyrireikingum og sum tískil taka munandi longri tíð. 8. Fíggjarligar metingar: Nevndin skal ikki gera fíggjarfrøðiligt arbeiði, men gera metingar um fíggjarlig krøv til útbúgvingartilboð uttan fyri Føroyar, sum eru tilmæld. Til dømis innan: • Nordplus • Fría atgongd til hægri útbúgvingar í Norðurlondum • ÚSUN • Avtalur við ES . Ásett varð eisini í skrivinum frá landsstýrismanninum í sjálvsstýrismálum, at nevndararbeiðið skuldi verða liðugt til 10. mai 1999 fyri at kunna koma við í hvítbókina. Nevndin gjørdi beinanvegin greitt arbeiðsbýti millum limirnar í ÚBPN við føstum fundum fram til 10. mai 1999. Nevndararbeiðið hevur sum heild gingið væl, serliga tá ið hugsað verður um, at arbeiðssetningurin varð broyttur og tíðarfreistin gjørdist knøpp. Tórshavn í mai 1999. Samanumtøka. Alment. Menningin frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag setur nýggj krøv til útbúgvingar og gransking okkara. Altjóðagerðin í framleiðslu, samskifti, handli og skjóta menningin innan tøkni bera á sama borðið og seta krøv um at vera fakliga liðilig, lívlanga læru, sjálvstøðugt og skapandi arbeiðslag og kunnleika til at nýta nýggju samskiftistøknina. Nevndin hevur roynt at kanna ónýttar møguleikar í okkara undirvísingar- og granskingarskipan fyri at vísa á broytingar og ábøtur, sum kunnu økja virkisførið og tryggja øllum líka góðar ella betri møguleikar fyri útbúgving, sum í mest framkomnu londunum, menningini í samfelagnum og vinnulívinum til frama. Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at góðir møguleikar eru fyri at økja um virkisførið og bøta og økja um tilboðini um útbúgving. Innan núverandi fíggjarligu karmarnar í undirvísingarverkinum ber til við skilagóðum framhaldi í royndararbeiði at laga undirvísingarskipanina betur til føroysk viðurskifti og geva teimum, sum útbúgva seg, fleiri og betri møguleikar. Innan gransking hevur nevndin ítøkilig uppskot um at samskipa granskingina í Føroyum og sambond hennara úteftir, víðka um granskingarumhvørvið og gróðurseta vitan og gransking betur í samfelagnum og fáa hana at stuðla upp undir eitt meira fjøltáttað vinnulív í Føroyum. Nevndin leggur stóran dent á hugtakið lívlong læra, sum er eitt krav í nýggja vitanarsamfelagnum, men minnir samstundis á týdningin at varðveita og tryggja virðið av arbeiðsroyndunum hjá teimum, sum ikki hava formliga útbúgving. Frágreiðingin er í tveimum pørtum. Sjálv frágreiðingin og niðurstøðurnar eru í fyrra bindi við 8 kapitlum og 2 uppískoytum. Í seinna bindi eru undirskjøl, hagtøl og frágreiðingar skipað eftir í somu kapitlum. Teir einstøku kapitlarnir Í fyrsta kapitli verða sett upp yvirskipað sjónarmið og høvuðsendamál í undirvísing og gransking. Flest øll verða nærri lýst í hinum kapitlunum og tikin upp í tilmælunum í kapitli 7. Teir meira grundleggjandi spurningarnir í undirvísing verða umrøddir - spurningastýrd mótvegis lærugreinstýrdari undirvísing - undirvísingarformar, skúlabyrjan og yvirgongdin frá fólkaskúla til miðnámsútbúgvingar, frá miðnámi til hægri útbúgvingar, so at samanhangurin í undirvísingarskipanini frá bygdaskúlanum, framhaldsskúlanum, miðnámsskúlanum til Fróðskaparsetrið verður lýstur. Eisini verður skotið upp, at undirvísingarverkið út um uppgávuna at undirvísa næmingum og lesandi fær uppgávuna at standa fyri at útvega vitan til øll í sonevndum vitanardeplum. Í øðrum kapitli verður greitt frá søguligu gongdini í føroyskari undirvísing og gransking í stórum dráttum. Seinast verður ein niðurstøða gjørd um støðuna í føroyskari undirvísing og gransking júst nú. Í triðja kapitli verður sambandið millum undirvísing, gransking og vinnulív lýst. Sambandið millum gransking og nýskapan verður umrøtt og sambandið millum bókligar og vinnuligar útbúgvingar. Hvørja gransking hava vit í Føroyum í dag? Hvussu er sambandið millum grundgransking, endamálsgransking og menningararbeiði. Almenn og privat fígging av granskingini í Føroyum verður lýst og sammett við onnur lond og samskipan millum alment og privat í granskingini. Í hesum kapitli verður skotið upp at skipa eitt dygdarmenningararbeiði, góðskukervi og innanhýsiseftirlit í øllum undirvísingarverkinum. 4. kapittul gevur grundir fyri at geva uppbygging av einum granskingarumhvørvi innan samfelagvísindi eina høga raðfesting, serliga við atliti at almennari fyrisiting og leiklutinum hjá almenna sektorinum sum heild. Skotið verður upp sum skjótast at útvega játtanir til upp til 5 samfelagsgranskarar í Fróðskaparsetri Føroya. 5. kapittul lýsir altjóðasamstarv innan gransking og útbúgving. Lýst verður, hvar føroyingar lesa í dag, og møguleikarnir fyri at føroyingar betur kunnu nýta møguleikarnar at lesa í nógvum ymiskum londum verða eisini umrøddir. Í seinasta parti í kapitlinum verða samstarvsmøguleikar, serliga í norðurlendskum- og ES-høpi, innan undirvísing og gransking lýstir. Í 6. kapitli verða tilboðini til hin einstaka um útbúgving lýst - í Føroyum og uttanlands. Samanhangurin í undirvísingarskipanini og sambandið við lívlanga læru. Krøv til og raðfestingar av útbúgvingartilboðunum verða umrødd og herundir serliga møguleikan at fara undir ávís átaksøki (kunningartøkni og biotøkni) og eisini at økja um tilboðini um hægri lestur í Føroyum. Í hesum sambandi verða umrøddar møguligar bygnaðarbroytingar innan gransking, serliga at skipa granskingina í deplar og á tann hátt betur at nýta tað, sum er í Føroyum av gransking og samstundis hava møguleikan at raðfesta nýggj átaksøki. Útbúgvingartørvurin um alt landið á øllum stigum verður viðgjørdur, eisini arbeiðsmarknaðar- og vaksnamannaútbúgvingar. Seinast verða samstarvsmøguleikar við lærustovnar í øðrum londum umrøddir og í hesum sambandi er ítøkiligt uppskot um eina altjóða skrivstovu sum amboð til at tryggja samstarv millum føroyskar og útlendskar lærustovnar og tryggja føroyskum lesandi bestu møguleikar fyri útbúgving. Í 7. kapitli er drigið saman frá øllum kapitlum og uppskot til víðari mannagongdir eftir stuttari tíð (upp til 3 ár), lutfalsliga longri tíð (3 -5 ár) og langa tíð (yvir 5 ár). 8. kapittul lýsir nakrar fíggjarligar avleiðingar av at útvega tilboð til føroysk lesandi uttan fyri Føroyar. Høvuðsendamál í einum framtíðar útbúgvingar- og granskingarpolitikki. Ein sterk útbúgvingar-, menningar- og granskingarskipan er eitt av týdningamestu amboðunum til at varðveita og økja um vælferðina í Føroyum og í framtíðini at skapa eitt livandi og mennandi samfelag hjá fólki at virka í. Føroyskir myndugleikar hava bert í heilt fá ár havt fulla ábyrgd av útbúgvingar-, menningar- og granskingarmálum. Málsøkið varð yvirtikið í 1979, og í 1988 varð fulla fíggjarliga ábyrgdin yvirtikin við blokkinum. Føroyar hava arvað eina skúlaskipan, sum er lagað til eitt samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara. Í dag er henda skipan ofta stirvin og óliðilig, og hon nýtir á ongan hátt teir fyrimunir, sum eru í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska. Vit hava eina skipan, sum í okkara høpi ofta tykist vera avmarkandi, tí hon ikki er lagað eftir okkara veruligu fyrimunum. Útbúgvingarpolitikknevndin hevur sett sær fyri at gjøgnumganga alla útbúgving og gransking í Føroyum og at orða yvirskipað mál, sum gransking og undirvísing eiga at seta sær fyri at røkka eftir ávísari tíð. 1 Endamál hjá útbúgvingar- og granskingarverkinum. At geva øllum í Føroyum bestu møguleikar at mennast persónliga og til at liva í einum demokratiskum og livandi samfelag, sum alla tíðina er ført fyri at laga seg til broyttar umstøður og nýggjar møguleikar og samstundis styrkja føroyska samleika. At bjóða øllum møguleika at útbúgva seg og á jøvnum føti menna síni verkligu, bókligu og skapandi evni alt lívið. At skapa eitt vitanarstøði í samfelagnum, sum almenningur, myndugleikar og vinnulív kunnu nýta sum grundarlag undir skilagóðum avgerðum, sum tryggja varandi loysnir. At skipa fyri góðum sambandi millum skúlar, útbúgvingarstovnar, almenning og vinnulív. At skapa øktar møguleikar hjá vinnulívinum við at byggja upp gransking og førleika á nýggjum økjum, sum kunnu verða støði undir einum meira fjøltáttaðum føroyskum vinnulívi. Í stuttum at skapa góðar og mennandi karmar um útbúgving, menning og gransking, so vit fáa sum mest burtur úr størsta tilfeingi Føroya: viti og áræði hjá fólkinum. Formur: Frá floksundirvísing til fríari formar Skúlasløgini: barnaskúli, framhaldsdeild, studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli eru beinleiðis yvirtikin fra donsku skúlaskipanini. Eittans undantakið er fiskivinnuskúlin. Tann danska skipanin er ein upp á seg dýr loysn, serliga fyri miðnámsskúlarnar. Góðar grundir eru fyri at leita eftir broyttari skúlaskipan og virkisførari skipanum. Í øllum skúlunum fer dastið av undirvísing fram í føstum flokkum. Teir tímatalvustýrdu flokstímarnir seta høvuðskarmarnar um undirvísingina frá 1. til 12. (13.) skúlaár. Eftir skipaðari ætlan eiga tær royndirnar, sum eru við at næmingarnir taka størri ábyrgd av undirvísingarevnum, at verða gjørdar upp. Tað eigur at verða sett sum mál at royna aðrar frálæruformar og fáa undirvísingarformarnar liðiligari. Møguleikar eiga at vera fyri at stovna skúlar uttan fyri almennu skúlanar, sum kunnu royna aðrar undirvísingarhættir. Næmingar og lesandi eiga at fáa størri og størri ábyrgd av at leggja sína leið í útbúgvingini. Skulu nóg nógv tilboð um miðnámsútbúgvingar vera um alt landið, er neyðugt at gera tað møguligt at skifta millum skúlasløgini, t.d. við modulskipanum í felags lærugreinum. Fyrilestrar, bólkaundirvísing og aðrir frálæruhættir eiga at koma aftrat floksundirvísingini. Innihald: Frá lærarastýrdari til spurningastýrda innlæring, Eins og í flestøllum grannalondum okkara er ráðandi undirvísingarhátturin í Føroyum lærarastýrd undirvísing. Í miðnámsskúlunum skulu næmingarnar vera við til at velja undirvísingarevni og aðrastaðni verða royndir gjørdar at arbeiða við verkætlanum, men hóast hetta man tað vanliga vera, at lærarin tekur ábyrgdina av, hvat næmingarnir verða undirvístir í. Tann natúrligi innlæringarhugurin hjá børnum, sum byggir á forvitni og kanningar av umhvørvinum, verður í skúlanum avloystur av aðrari mannagongd. Hetta er ikki í samsvari við tey krøv, sum samfelagið annars setur. Arbeiðshátturin í útbúgvingunum líkist frá arbeiðsháttinum í samfelagnum annars. Nútímans arbeiðslív krevur fólk, sum á skilagóðan hátt duga at finna loysnir á spurningum. Hetta er hitt øvugta av tí, sum fer fram í skúlanum, har spurningarnir verða býttir upp í fak, sum skulu lærast hvørt sær. Hóast frálærugransking vísir, at lærarastýrd undirvísing ikki er dyggasti frálæruhátturin, eru bert fá dømi í undirvísingarverkunum hjá okkum og í grannalondunum um spurningastýrda undirvísing, har fakini koma inn sum hjálpartól til at svara spurningum. Skal frálæran í føroyskum skúlum veruliga styrkjast, eigur endamálið at vera, at betri samsvar fæst millum arbeiðshættirnar í skúlaverkinum og í samfelagnum annars. Harafturat eigur skúlin veruliga at eggja og byggja á tað natúrliga forvitni, sum øll eru borin við. Eftir eini skipaðari ætlan eigur lærarastýrda undirvísingin at fáa aftrat sær arbeiðshættir, sum styðja upp undir samstarv og evni at loysa spurningar, t.e. spurningastýrda undirvísing. Hetta fer at krevja, at pedagogiska leiðslan á skúlunum verður styrkt og fær betri sømdir. Vitanardeplar. Umframt tær uppgávur, sum undirvísingarverkið longu hevur, fær skúlaverkið harafturat ábyrgdina av at standa fyri at breiða vitan út í alt samfelagið. Í øllum landinum fáa skúlar og granskingarstovnar - frá skúlanum í Dímun til Fróðskaparsetrið – neyðugu játtanirnar til at hýsa vitanardeplum. Arbeiðið at skipa vitanardeplarnar [1] kann fara í gongd beinanvegin. Tað kann byggja á tað stóra arbeiðið, sum longu er gjørt at fáa kunningartøkni inn í fólkaskúlan og líkar royndir í miðnámsskúlunum. Hetta fer at festa útbúgvingarnar og granskingina betur í samfelagnum. Harafturat fer tað at slóða fyri menning og nýskapan í vinnulívinum. 2 Orðingar fyri framtíðina. Ansingar- og skúlaverkið frá vøggustovu til skúlan arbeiða saman. Skúlabyrjanin hjá børnunum verður fyrireikað gjøgnum samskipaðar atgerðir millum dagsstovnar, forskúla og skúla fyri at stimbra natúrligu innlæringarevnini hjá børnunum. Vanliga gongdin verður, at farið verður úr 9. flokki beinleiðis yvir í verkligar ella bókligar útbúgvingar. Tey, sum ikki halda seg kunna fara beinleiðis víðari, kunnu nýta 10. skúlaár til eina miðvísa fyrireiking til víðari útbúgving ella annað virksemi. Tey, sum fara burtur úr skúlanum í styttri ella longri tíð, kunnu somuleiðis nýta 10. skúlaár til at sleppa inn í skipanina aftur. Bygdarskúlar, framhaldsskúlar, miðnámsskúlar og Fróðskaparsetrið samskifta í einum vitanarneti. Fróðskaparsetrið skipar fyri vitanarnetinum saman við læraraskúlanum og øðrum stovnum á útbúgvingarøkinum. Allir útbúgvingarstovnar og undirvísarar verða eftirmettir regluliga. Ein skipan fyri innaneftirlit verður uppbygd fyri at styrkja námsfrøðiligu leiðsluna á skúlunum. Tímatalvuharðræðið og floksundirvísingarskipanin verða mýkt og miðað verður eftir spurningastýrdari undirvísing. Alment fíggjað gransking í Føroyum verður samskipað undir Fróðskaparsetrinum og granskingardeplar og granskingarumhvørvi verða knýtt aftur at setrinum. Við atliti at hesum verða tillagingar gjørdar í bygnaðinum á Fróðskaparsetrinum. Granskingarstovnar yvirhøvur ganga inn í ein depilsbygnað, og granskingarvirksemið verður sum heild samskipað við skúlaverkið, serliga við hægri útbúgvingarnar. Raðfest verður, hvussu og nær farið verður undir nýggj granskingarøki fyri at styrkja gransking, menning, vitan og frálæru í Føroyum. Bøtt verður um møguleikarnar at fáa samstarv millum gransking og menning innan vinnulívið, Fróðskaparsetrið, á granskingardeplum og í granskingarumhvørvum, sum eru knýtt at teimum. Arbeitt verður fram ímóti at privata vinnulívið er við í fíggingini av endamálsgransking og menningarætlanum. Gjøgnum altjóða skrivstovu, hóskandi stuðulsskipanir, altjóða góðskrivingarskipan og millumtjóða avtalur verður tryggjað, at føroysk lesandi kunnu fara burtur í onnur lond at fáa sær útbúgvingar ella partar av útbúgving, sum ikki kunnu takast í Føroyum. Hesi amboð – leiðbeining, stuðul, góðskriving og avtalur – verða nýtt aktivt fyri at útvega teimum lesandi teir bestu møguleikarnar og samstundis skapa net av sambondum við týdningarmikil universitet og granskingarumhvørvi í okkara parti av heiminum. Alt eftir tørvi, kostnaðarfyrimunum og politiskari raðfesting verður samstundis gjørt av, hvørji útbúgvingartilboð oman fyri miðnámsstig skulu vera í Føroyum. Stutt lýsing og meting av føroyskum útbúgvingar- og granskingarpolitikki higartil. 1 Søga. 1 Fólkaskúlin. Fólkaskúlin bjóðar øllum børnum millum 7 og 16 ár ta kravdu 9 ára undirvísingina. Barnaskúlaundirvísing varð formliga sett í verk í 1854, og síðani hevur skúlaundirvísingin verið fyri stórari menning. Eftirlitið við fólkaskúlanum í Føroyum hevði Færøernes Skoledirektion, sum sambært § 30 í lóg frá 1. mars 1854 varð skipað við amtmanninum (og seinni ríkisumboðsmanninum) og próstinum í Føroyum sum føstum limum og trimum limum valdum av løgtinginum fyri eitt ár í senn. Amtmaðurin/ríkisumboðsmaðurin var formaður í Færøernes Skoledirektion. Henda skipan var galdandi fram til 1. august 1979, tá ið løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting varð sett í gildi. Við hesi lóg var Føroya landsstýri nú hægsti myndugleiki fyri skúlaskapinum í Føroyum, sum varð framdur við einum Landsskúlaráð og eini Landsskúlafyrisiting. Færøernes Skoledirektion varð avloyst av Landsskúlaráðnum, sum var politiskt valt, við tað at landsstýrið valdi formannin og løgtingið valdi 4 limir í ráðið. Umsitingarligu uppgávurnar, sum fyrr høvdu ligið hjá Ríkisumboðnum, vórðu fluttar til landsskúlafyrisitingina, sum skuldi hava dagligu umsitingina um hendi. Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi ólavsøkudag 1995, førdi m.a. við sær, at landsskúlaráðið varð avtikið og uppgávurnar lagdar til landsstýrismannin. Landsskúlafyrisitingin varð avtikin og dagligu fyrisitingarligu uppgávurnar lagdar í Undirvísingar- og Mentamálastýrið, sum er ráðharrastovan hjá landsstýrismanninum í undirvísing og mentan. Árið 1962 má sigast at vera ein av marknasteinunum í føroyskum skúlaskapi. 1. august 1962 varð nýggj skúlalóg sett í gildi í Føroyum (lóg nr. 117 frá 30. mars 1962). Sama ár varð eisini nýggj lóg um læraraútbúgving sett í gildi í Føroyum (lóg nr. 36 frá 7. februar 1962). Undirvísingarleiðbeining við fyrstu lesiætlanum, sum fyri fyrstu ferð vórðu gjørdar serstakt til tann føroyska fólkaskúlan og við føroyskum viðurskiftum sum grundarlag. Nevnd varð sett at gera uppskot til umskipan av ungdóms- og kvøldskúlaundirvísingini. Tá ið sambandið bygdanna og oyggjanna millum bøttist og varð útbygt serliga seinast í fimmti- og fyrst í sekstiárunum, gjørdust møguleikarnir hjá fleiri avbygdarnæmingum munandi betri til at kunna búgva heima og ganga í realskúla/8.-10. flokk í einum av teimum størru bygdunum. Seinni tóku kommunur seg saman og bygdu í felag framhaldsskúlar til sínar næmingar. Hetta tíðarskeiðið loysti upp fyri mongum ógreiðum skúlaspurningum, fyrst og fremst tá ið hugsað verður um grundlógartryggjað rættindi: at øllum borgarum eigur at standa í boði sama rætt til útbúgving og lærdóm. Harumframt var tað ikki longur bert á stórplássunum, at framhaldsskúlarnir nú vórðu bygdir, men felagsskúlin á Giljanesi (1962), Sandoyar Meginskúli (1971) og Felagsskúlin á Oyrarbakka (1974) eru talandi dømi um úrslit, har kommunur tóku seg saman um skúlasamstarv. Eitt annað, sum helst ikki eigur at lítilsmetast í hesum sambandi, er, at næmingarnir úr ymsu bygdunum komu at kenna hvør annan, nú teir komu at ganga í skúla saman. Hesi vina- og kenningabond, sum knýtt vórðu í skúlanum, hava rokkið langt út um tað, sum nakar kann vera førur fyri at seta orð á, tá ið hugsað verður um samstarv millum kommunur, ítrótt og vinnulig viðurskifti. Samanumtikið kann stutt sigast, at 1962-lógin legði lunnar undir, at øll børn og ung fingu sama rætt til útbúgving, sama hvar í landinum tey búðu, samstundis sum fíggjarlig lóggáva varð fingin til vegar, at um so var, at næmingurin varð noyddur at flyta heimanífrá, so kundi søkjast um fíggjarligan stuðul til endurrindan av útreiðslum, ið stóðust av hesum. Við fólkatingslóg nr. 51 rammulóg frá 14. februar 1979 - Lov for Færøerne om folkeskolen - fekk føroyska heimastýrið heimild at seta í verk ávísar fyriskipanir um fólkaskúlan. Í rammulógini er ásett eitt minstamark fyri undirvísingarligum tilboði til øll børn í undirvísingarskyldugum aldri. Undirvísingarskyldan er ásett til í minsta lagi at vera 7 ár, og øllum børnum, sum hava serligt brek, eru í rammulógini tryggjaðar undirvísingarligar sømdir, um neyðugt í serligum skúlum. Við heimild í rammulógini samtykti Føroya løgting løgtingslóg um fólkaskúlan frá 22. mars 1979, sum varð sett í gildi 1. august 1979. Nevnast kann, at hóast rammulógin gav heimild til at seta barnagarðsflokkar á stovn, so fekst ikki meiriluti á Føroya løgtingi fyri at fáa hetta fest í fólkaskúlalógina frá 22. mars 1979. Henda lógarheimild er fyrstu ferð staðfest í løgtingslóg nr. 125 um Fólkaskúlan frá 20. juni 1997. Størstu broytingarnar í fólkaskúlalógini frá 22. mars 1979 vóru helst tær, at uppbýtið í realdeild/8.-10. flokk varð avtikið, og vit fingu eindarskúlan. Næmingarnir verða býttir í flokkar, ið samsvara við aldur teirra, og í hesum flokkinum skulu teir verða undirvístir saman, uttan mun til evni og dugnaskap. Realskúladeildin fór í søguna. Lærarin var ikki longur tann, sum skuldi skilja sundur, hvør er førur fyri at fara í realskúlan, og hvør er ikki førur fyri tí, men skuldi í 8.-10. flokk ístaðin. Sostatt gjørdist framhaldsskúlin óbýttur, næmingarnir skuldu hava nakrar kravdar lærugreinir í framhaldsskúlanum, og so kundu teir sjálvir velja sær tær lærugreinir, sum teir høvdu hug til. Hóast framhaldsskúlin var óbýttur, so vóru tó nakrar lærugreinir, sum vóru skeiðbýttar, t.e. at undirvísingin var á tveimum ymsum torleikastigum. Hetta var bert galdandi fyri tær 4 gomlu realskúlalærugreinirnar: rokning/støddfrøði, enskt, týskt og alis-/evnafrøði. Hugsanin við undirvísing í hesum lærugreinum á tveimum ymsum torleikastigum var óivað tann, at teir bókliga veiku næmingarnir, sum í fyrrverandi skúlabygnaði serliga vóru í 8. – 10. floks deildini, fóru í mestan mun helst at velja lærugreinir á grundskeiði, meðan teir bókliga sterku næmingarnir helst fóru at lesa hesar lærugreinir á víðkaðum skeiði. Fyrstu árini var hetta helst eisini so, men sum frá leið gjørdust grundskeiðini meir átøk serundirvísing, tey flestu valdu víðkað skeið. Orsøkin var tann, at skeiðsvalið kom at hava ávirkan á víðari útbúgvingarmøguleikarnar hjá næmingunum alt eftir, um teir høvdu grundskeið ella víðkað skeið. Hetta gjørdi so aftur tað, at fakliga spjaðingin á víðkaðum skeiði varð so stór, eins og var einki skeiðbýti í skúlanum. Fólkaskúlalógin frá 22. mars 1979 varð smávegis broytt í 1992. Høvuðsbroytingarnar vóru : allýsingin (definitiónin) av fólkaskúlanum varð broytt til nú at vera ein 7 ára grundskúli og ein trý ára framhaldsskúli serliga orðingin um, at 10. flokkur kann røkka um meira enn eitt skúlaár, varð strikað § 9 í lógini um teir 5 linjubýttu bólkarnar varð strikað. Eingin skúli hevði nakrantíð roynt hetta hugtakið grundskeið og víðkað skeið vórðu avtikin landalæra, søga og lívfrøði gjørdust kravdar lærugreinir í 8. – 10. flokki ásetingini um mest loyvda næmingatal í hvørjum flokki varð broytt til rundari orðin. Sjálvt um vit í 1979 fingu nýggja fólkaskúlalóg, so var tað bert framhaldsskúlin (8.-10. skúlaár), sum fekk nýggjar leiðbeinandi lesiætlanir, meðan undirvísingin í grundskúlanum (1. – 7. skúlaár) framvegis hevði sítt støði í leiðbeinandi lesiætlanum, sum vórðu gjørdar til 1962-lógina. Fyri fyrstu ferð í føroysku skúlasøguni fekk fólkaskúlin í 1991 nýggjar leiðbeinandi lesiætlanir, sum fevndu heilt frá 1. – 10. flokk. Tá ið nú tær leiðbeinandi lesiætlanirnar vóru gjørdar, kundi farast undir at gera undirvísingarætlanir fyri hvønn skúla. Hesum arbeiði hava skúlanevndirnar ábyrgd av, og nú hava allir fólkaskúlar nútímans undirvísingarætlanir, sum eru samsvarandi lógini. Tann 20. juni 1997 samtykti Føroya løgting lóg nr. 125 um fólkaskúlan, sum lutvíst kom í gildi 1. august 1998. Ætlandi er øll lógin komin í gildi 1. januar 2001, tá ið skeiðið hjá skúlanevndunum er úti og tær verða avloystar av skúlastýrunum, sum foreldur at næmingunum í tí ávísa skúlanum velja sínámillum. Samanumtikið kann stutt sigast, at størstu broytingarnar í nýggju fólkaskúlalógini eru bæði á tí námsfrøðiliga/undirvísingarliga økinum og í stýrisliga partinum, bæði viðvíkjandi leiðslu skúlans og foreldraávirkan. Einstaki skúlin hevur nú sjálvur ábyrgdina av undirvísingarligu dygdini. Føroya Spesialskúli. Í 1962 varð ein deild av "Statens skole for høre- og talelidende" sett á stovn í Føroyum. Sum frá leið varð virksemið víðkað til eisini at fevna um onnur brek enn hoyri- og talubrek. Í 1976 varð skúlin umskipaður til sjálvsognarstovn undir navninum Føroya Spesialskúli, samstundis sum skúlin flutti inn í bygningin "Skúlin á Trøðni". Stovnurin tók sær av at ráðgeva og vegleiða viðvíkjandi fólkaskúlanæmingum, sum høvdu ymisk brek ella sosialar trupulleikar. Í 1998 varð skúlin umskipaður til Sernámsdepilin, og endamálið hjá stovninum er at ráðgeva og hjálpa øllum næmingum, men eisini øðrum, sum av einari ella aðrari orsøk hava hjálp fyri neyðini í sambandi við útbúgving. 2 Miðnámsútbúgvingarnar. Allýsing av hugtakinum miðnámsútbúgving Hugtakið miðnámsútbúgving verður ofta í orðaskifti nýtt um ávísar útbúgvingar, uttan at øll eru greið um, hvat liggur í hugtakinum. Við miðnámsútbúgving skilst ein útbúgving, ið byggir á tað kunnleikastøði, sum ein næmingur hevur eftir lokna fólkaskúlaútbúgving. Hugtakið miðnámsútbúgving svarar til danska hugtakið “ungdomsuddannelse” og í vissan mun til norska hugtakið “den videregående skole”. Hugtakið “miðnámsútbúgving” fevnir sostatt ikki bert um gymnasialar útbúgvingar, men eisini um ikki-gymnasialar útbúgvingar, eitt nú yrkisútbúgvingar. Stutt søgulig lýsing av miðnámsútbúgvingunum. Í 1937 fingu vit ta fyrstu gymnasialu útbúgvingina í nýggjari tíð í Føroyum, nevniliga eina studentsútbúgving, ið var skipað sum studentaskeið. Í 1964 varð studentaskeiðið umskipað til eina vanliga studentaskúlaútbúgving. Lógargrundarlagið undir útbúgvingini var danskt. Í 1995 varð gjørd føroysk lóg um studentaskúlaútbúgving. Í 1974 byrjaði HF-útbúgvingin (hægri fyrireikingarpróvtøka). Lógargrundarlagið var danskt, men við smærri tillagingum til føroyskar fortreytir í einstøkum lærugreinum. Í 1995 varð gjørd føroysk lóg um hesa útbúgvingina. Í 1978 varð farið undir HH-útbúgving (hægri handilspróvtøku) við støði í danskari lóggávu, men undirvísingin var tillagað føroysk viðurskifti. Í 1993 varð gjørd føroysk lóg um HH-útbúgving. Í 1983 varð farið undir FHS-útbúgving (støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu). Útbúgvingin var skipað við støði í táverandi donsku EFG-útbúgvingini, men lóggávan var føroysk. Í 1988 varð ein serlig føroysk fiskivinnuútbúgving skipað, og lógin var burturav føroysk. Í 1992 fingu vit føroyska lóg um SIT-útbúgving (støðisútbúgving innan tøkni). Lógin var í stóran mun gjørd við støði í tí donsku EFG- útbúgvingini. Í 1993 varð skipað HT-útbúgving (hægri tøknipróvtøka) við støði í føroyskari lóg. Støðið undir útbúgvingini var danska lógin um HTX- útbúgving. Útbúgvingarnar, sum nevndar eru omanfyri, vóru flestallar – undantikið fiskivinnuútbúgvingin – skipaðar við støði í samsvarandi donskum útbúgvingum, tó við størri ella minni frávikum við atliti at serligum føroyskum viðurskiftum. Ikki allar útbúgvingarnar hava tó – hóast lógin er føroysk – fingið fylt rammulógirnar út við teimum neyðugu kunngerðunum, har ítøkilig viðurskifti í útbúgvingini verða tilskilað. Yvirlit yvir miðnámsútbúgvingarnar At ein miðnámsútbúgving er gymnasial merkir, at útbúgvingin, tá ið hon er lokin, gevur atgongd til hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum hægri lærustovnar seta viðvíkjandi upptøkukrøvum. Miðnámsútbúgvingarnar kunnu býtast í hesar høvuðsbólkar. . Yrkisútbúgvingarnar skulu fyrst og fremst geva næminginum vinnuførleika, men ein lokin yrkisútbúgving gevur í høvuðsheitum eisini atgongd til framhaldsútbúgvingar innan tað fakøkið, har yrkisútbúgvingin er tikin. Tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar geva ikki beinleiðis vinnuførleika, men harafturímóti atgongd til hægri framhaldslestur á t.d. universiteti ella handilsháskúla. Fiskivinnuútbúgvingin gevur bert í ávísan mun atgongd til hægri framhaldslestur. Miðnámsútbúgvingarnar eru ætlaðar teimum ungu, sum koma úr 9. ella 10. flokki. Eisini tilkomin, ið av onkrari orsøk ikki fingu eina miðnámsútbúgving í ungdómsárunum, hava møguleika at taka eina miðnámsútbúgving. Serliga er HF-útbúgvingin brúkt av nógvum tilkomnum, sum seinni í lívinum ætla sær undir hægri lestur. Studentaskúlin. Í 1937 setti løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Tey fyrstu árini var skúlin eitt studentaskeið, men í 1962 fór skúlin, samstundis sum flutt varð niðan í Hoydalar, yvir til at geva eina 3 ára útbúgving. Í 1974 var virksemi skúlans víðkað til eisini at fevna um hf-undirvísing, ið eisini fór fram í Klaksvík og Suðuroy undir eftirliti av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Í 1970-árunum vaks talið á næmingum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði sera nógv, og endin varð, at Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy varð sett á stovn í 1982. Skúlin helt til við Gøtugjógv fram til 1993, tá ið hann flutti inn í nýbygning á Kambsdali. Í 1996 varð eitt samlað lógarverk, herundir eisini lærugreinakunngerðir, um studentaskúla- og hf-útbúgvingina gjørt á føroyskum. Henda føroyska miðnámsútbúgving er sostatt tann fyrsta, sum hevur fingið fullfíggjaðar føroyskar karmar at virka undir. Kravið til at vera studentaskúlalærari er, at ein hevur akademiska útbúgving. Frá fyrst í 1970-árunum komu fleiri føroyingar við akademiskari útbúgving heim at gerast lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, og uppaftur fleiri komu heim, tá ið Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy varð sett á stovn í 1982. Ofta høvdu studentaskúlalærararnir longu í lestrartíðini viðgjørt føroysk evni í granskingarhøpi, eitt nú tá ið teir skrivaðu serritgerð til kandidatspróvtøkuna, og fleiri hildu fram við vísindaligum arbeiði eftir heimkomu. Summir studentaskúlalærarar eru - eftir at hava undirvíst nøkur ár á studentaskúlastigi - farnir at undirvísa í hægri framhaldsútbúgvingum ella farnir í granskingarstarv. Fleiri av teimum hava skrivað doktararitgerð ella ph.d.-ritgerð. Handilsútbúgvingar. Í 1936 varð Tórshavnar Handilsskúli settur á stovn, í fyrstu syftu sum partur av kommunala kvøldskúlanum, og tað var eisini í 1936, at tær donsku lógirnar um handilsútbúgving vórðu settar í gildi í Føroyum. Heilt fram til 1978 fór undirvísingin at kalla bara fram um kvøldið. Á Tvøroyri varð annars longu í 1933 stílað fyri skipaðari handilsskúlaundirvísing, og í 1937 varð farið undir handilsskúlaundirvísing í Klaksvík. Í 1961 varð handilsskúlin í Tórshavn skipaður sum sjálvsognarstovnur, og í 1967 vórðu allir handilsskúlar í Føroyum lagdir saman í sjálvsognarstovnin Føroya Handilsskúla. Í 1983 flutti Føroya Handilsskúli inn í egnan bygning í Tórshavn, og í 1990 tók handilsskúlin bygningin á Kambsdali í nýtslu. Handverkslærlingaútbúgving. Í 1932 varð á Tvøroyri skipað fyri tekniskari undirvísing av lærlingum, og tað var handverkarafelagið "Fylking", sum stílaði fyri. Í Tórshavn varð 10. november 1934 "Teknisk Skole" settur á stovn, og í 1956 varð hesin skúlin umskipaður til sjálvsognarstovn undir navninum Tekniski Skúlin í Tórshavn. Í 1956 fór skúlin í Tórshavn undir dagundirvísing fyri næmingum av bygd. Í 1935 stovnaði Klaksvíkar Handverkarafelag "Tekniska Skúlan í Klaksvík". Í 1954 varð ein føroysk lærlingalóg samtykt í løgtinginum, og í 1955 varð Føroya Læruráð sett á stovn. Við lógarkørmunum mitt í 1950-árunum komu handverkaraútbúgvingarnar í Føroyum endaliga í eina fasta legu, men innihaldsliga vóru útbúgvingarnar tætt knýttar at teimum samsvarandi donsku. Í desember 1998 varð ein yrkisútbúgvingarlóg samtykt. Hon kom í staðin fyri lærlingalógina frá 1954. Fiskivinnuskúlin. Í 1989 varð fiskivinnuútbúgving sett á stovn í Vestmanna. Útbúgvingin skuldi fyrst og fremst geva teimum, sum ætlaðu at starvast í fiskivinnuni, eina førleikagevandi grundútbúgving. Talið á næmingum hevur tó ikki verið so høgt, sum roknað varð við, serliga tá ið hugsað verður um, at Føroyar eru ein fiskivinnutjóð. 3 Aðrar og hægri útbúgvingar. Føroya Læraraskúli. Í 1870 varð Føroya Læraraskúli settur á stovn, og endamál stovnsins var at útbúgva lærarar til føroyska fólkaskúlan, so tørvurin á útbúnum fólki kundi nøktast millum annað í sambandi við at kommunuskipan varð gjørd í 1872, har álagt varð kommununum at stíla fyri neyðugari undirvísing til øll børn yvir 7 ár. Í byrjanini vardi útbúgvingin 2 ár, men í 1878 varð útbúgvingin víðkað til 3 ár. Í 1938 varð útbúgvingin víðkað til 4 ár samstundis sum upptøkukrøvini vórðu herd. Fram til 1948 var bert ein flokkur til samans á skúlanum, men ikki fyrr enn í 1973 varð ein nýggjur flokkur tikin inn hvørt ár. Frá 1976 hevur upptøkukravið verið students- , hf-prógv ella samsvarandi prógv. Í 1980 kom nýggj løgtingslóg um læraraútbúgving í gildi, samstundis sum útbúgvingin varð meiri valgreinabýtt. Í 1968 flutti skúlin inn í bygningarnar á Frælsinum, har eisini Venjingarskúlin heldur til. Í 1986 varð pedagogútbúgvingin sett á stovn á Føroya Læraraskúla. Sjóvinnuskúlarnir (Sjómansskúlin og Maskinmeistaraskúlin). Fyri meira enn 100 árum síðani tóku privatir persónar stig til at skipa fyri navigatørútbúgving í Føroyum. Tørvurin á útbúgvingini spratt úr einum alsamt vaksandi kravi til navigatørar um at hava nøktandi nautiskan førleika. So hvørt sum sluppirnar eisini fingu motorar og seinni vórðu avloystar av trolarum, vaks tørvurin á maskinfólki eisini. Í byrjanini var virksemið hjá Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum undir somu lon, og ikki fyrr enn síðst í sjeytiárinum flutti virksemi hjá Maskinmeistaraskúlanum í leigað høli í Havn. Maskinist- og motorpassaraskeið hava viðhvørt verið í Tekniska skúla í Klaksvík. Seinnu árini hava Maskinmeistaraskúlin og Tekniski skúlin í Klaksvík staðið fyri motorpassaraskeiðinum í Klaksvík. Dugnaskaparskeið í sigling og motorpassing verða hildin á sjóvinnuskúlunum og á kvøldskúlunum um landið. Sjúkrasystraskúli Føroya. Tær fyrstu útbúgvingarnar av sjúkrasystrum í Føroyum byrjaðu um leið í 1910. Ta fyrstu tíðina var útbúgvingin ikki í fastari legu. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku. Í 1957 varð útbúgvingin einsháttað í Danmark og í Føroyum. Henda broyting hevði við sær, at Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildi við “Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen”. Arbeiðsuppgávurnar hjá sjúkrasystrunum broytast sum frá líður soleiðis, at uppgávurnar gerast nógvar, og trot verður á sjúkrasystrum. Innan sjúkrarøktina koma nýggj røktarstarvsfólk, sum taka yvir partar av beinleiðis sjúkrarøktini, meðan sjúkrasystrar átaka sær tær meiri teknisku uppgávurnar, sum læknavísindini menna. Sjúkrasystrar fáa øktar og nýggjar uppgávur innan fyrisiting, undirvísing og samskipan. Henda menning hevur við sær, at tørvur verður á einari nýggjari sjúkrasystraútbúgving, tí tær uppgávur, sum sjúkrasystrarnar nú hava, krevja eina størri og øðrvísi vitan, enn karmarnir í verandi útbúgving hava rúm fyri. 29. januar 1979 kemur nýggj “Anordning om sygeplejerskeuddannelsen”, sum Sjúkrasystraskúlin í Føroyum beinan vegin fer at útbúgva næmingarnar eftir, hóast “Anordning for Færøerne om sygeplejersekeuddanneslen” ikki kom í gildi fyrr enn 3. november 1981. Tann broytta lóggávan hevur við sær, at ástøði (teori) gerst ein nógv størri partur av útbúgvingini og tað verður sjúkulæran, sum í høvuðsheitum stýrir frálæruni. Sjúkrarøktin skiftir navn til heilsu- og sjúkrarøkt og størri dentur verður lagdur á primeru heilsutænastuna. Næmingarnir hava bæði ástøðis- og praktikkfrálæru í undirvísing, vegleiðing og fyrisiting. Í 1990 byrjar ein nýggj sjúkrasystraútbúgving í Danmark, og sama útbúgving byrjar í Føroyum 15. apríl 1991. 17. juli 1992 verður “Bekendtgørelse for Færøerne om sygeplejerskeuddannelsen” sett í gildi. Tann nýggja útbúgvingin er ein avleiðing av broytingum í samfelagnum sum heild og teirri hugsan, sum er galdandi í hesi tíð. Vit liva í einum broytingarsamfelag, og nógv ymisk krøv verða sett til tann almenna sektorin, sum millum annað hevur ávirkan á sjúkrasystrastarvið. Endamálið við útbúgvingini er nú at: “den studerende udvikler og tilegner sig personlige og faglige kvalifikationer til at udøve virksomhed som sygeplejerseke. Formålet er endvidere, at den studerende erhverver forudsætninger for at samarbejde, for at forny sig fagligt i takt med den videnskabelige og samfundsmæssige udvikling, samt for at udvikle sygeplejefaget.. Útbúgvingin tekur 45 mánaðir ella 3 ár og 9 mánaðir, og tá er øll frítíð tald við. Býtið millum ástøði og praktikk er 5/4: Ástøði: 25 mánaðir, praktikk: 20 mánaðir. Tímatalið í ástøði er 3.000 tímar, av hesum tekur sjúkrarøktarfakið 1.800 tímar, náttúruvísindaligu fakini 600 tímar og samfelagsfakini 600 tímar. Dentur verður lagdur á, at tað skal vera javnvág millum kunnleika, hegni og áskoðan/persónligar eginleikar. Útbúgvingin verður nú skipað sum lesnaður, og næmingaheitið broytist til lesandi. Miðað verður eftir at geva tí lesandi førleikar at útinna heilsu- og sjúkrarøkt til menniskju í øllum lívsstøðum í mun til heilsu, sjúku, umhvørvi og samfelag. Sjúkrasystraútbúgvingin byggir á, at sjúkrarøktin er ein virkisgrein (“praksisdisiplin”), hvørs eyðkenni er, at virkið/starvið er grundað á regluliga umhugsan (reflektión), lesnað og gransking. Støðið í frálæruni er, mest møguligt, tikið í sjúkrarøktarástøðinum og í gransking hjá sjúkrasystrum, og sostatt verður miðað eftir, at tað er sjúkrarøktin, sum avger, hvat innihaldið í útbúgvingini er. At enda er ætlanin við útbúgvingini eisini, at hon skal vera á einum stigi, sum gevur sjúkrasystrum førleika til víðari útbúgving á hægri lærustovnum og soleiðis virka fyri, at sjúkrarøktin mennist. Føroya Fólkaháskúli. Móti endanum av farnu øld tók tankin um ein føroyskan fólkaháskúli seg upp millum føroyingar, sum høvdu verið á fólkaháskúla í eitt nú Danmark. Sjónarmiðið var at skapa ein føroyskan skúla, har ungdómurin kundi læra um Føroyar og føroysk viðurskifti á móðurmálinum. Háskúlatankin og menninir aftan fyri komu sostatt at verða slóðbrótarar innan tjóðskaparrørsluna. Háskúlin byrjaði 1. november 1899 í Klaksvík og árið eftir flutti skúlin í Føgrulíð, men tað lá ov óhøgligt fyri, og í 1910 flutti skúlin til tað staðið í Havn, har hann enn í dag er. Føroysk skúlaumsiting verður skipað. Fyri 1978 var fólkaskúlin undir eftirliti av einari "skúladirektión", meðan aðrir skúlar í Føroyum vóru undir eftirliti av ymiskum donskum ráðharrastovum. Men í 1979 yvirtók Føroya landsstýri umsitingina av skúlaskapinum í Føroyum, og Landsskúlafyrisitingin varð sett á stovn. Talan var ikki bert um yvirtøku av umsitingini av fólkaskúlanum, men eisini um aðrar skúlar, herundir vinnuskúlar. Umsitingin mentist so spakuliga til at megna fleiri uppgávur. Frá 1. januar 1998 varð Landsskúlafyrsitingin umskipað og løgd saman við Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, ið situr fyri og skipar fyri undirvísingar-, granskingar- og mentamálum. 4 Eldri gransking um Føroyar. Bókin hjá Lucas Debes ”Færoæ et Færoa reserata” frá 1673 er tann fyrsta lýsingin av Føroyum. Síðani eru komin fleiri staðfrøðilig (topografisk) bókaverk. Ferðandi hava eisini latið sítt íkast, ofta ymiskt í dygd, til vísindaligar bókmentir um Føroyar[3]. Læknin P.L. Panum skrivaði í 1847 við støði í eini meslingafarsótt í Føroyum eina ritgerð, sum fekk altjóða týdning. Seinni komu fleiri medisinskar ritgerðir um empiri í Føroyum. Presturin V.U. Hammershaimb legði í síðstu helvt av farnu øld grundarlagið undir eitt framtíðar føroyskt skriftmál. Seinna helvt av farnu øld hevði dám av innsavnan av tjóðminnum. Danirnir Svend Grundtvig og Jørgen Bloch gingu á odda fyri at skjalfesta tann føroyska kvæðasiðin. Jakob Jakobsen, doktari, savnaði føroysk ævintýr og sagnir, men gjørdi eisini nógv vart við seg við at granska tað gamla norðurlendska málið norn í Hetlandi. Danin Daniel Bruun fekk við sínum breiða norðuratlantsáhuga stóran týdning fyri gransking og innsavning av skjalatilfari um føroyskan byggisið. Undan seinna heimsbardaga varð tann føroyska djórafrøðin lýst í sínari heild. Nomið er eisini við alla Føroya náttúrusøgu í ymiskum greinum og verkum. Í hesum sambandi gjørdu eisini einstakir føroyingar seg galdandi, t.d. sýslumaðurin Müller, sum skrivaði fleiri týdningarmiklar greinir um grindadráp í Føroyum. Í 1936 og 1937[4] eru eisini føroyskir kostvanar kannaðir. Alt hetta hevur vísindasøguligan áhuga. Gjørd verður bókmentaskrá yvir tey einstøku granskingarøkini og fleiri eru ávegis[5]. Sjálvt um tað komu einstøk týdningarmikil íkast frá føroyingum, so vóru tað sum heild útlendingar, sum skrivaðu um Føroyar. Sostatt var talan um gransking um Føroyar, men ikki gransking í Føroyum. Hon kom ikki fyrr enn væl seinni. Danir hava ikki havt sama áhuga fyri gransking av Føroyum sum av Grønlandi. Føroyagranskingin hevur ikki verið skipað á sama hátt sum granskingin í Grønlandi. Hjá donskum granskingarstovnum hevur tað fyri tað mesta verið áhugin hjá tí einstaka granskaranum, sum hevur verið avgerandi fyri Føroyagranskingina. Longu í millumstríðsárunum varð eitt lektarastarv í norðurlendskari filologi við serligum denti á føroyskt skipað við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Seinni gjørdist hetta eitt professarastarv, men er nú aftur eitt lektarastarv. 5 Granskingin í Føroyum byrjar. Hugskotið um egna gransking í Føroyum er ein partur av tí mentanarliga samleikanum, sum hevur røtur í tjóðskaparrørsluni og millum ”háskúlafólkini”. Tað vóru tey, sum settu fólkaháskúlan á stovn í 1900[6], og tað førdi til tankar um eitt føroyskt fornminnissavn o.a.[7] Í 1931 varð eitt gróthús gjørt liðugt. Í hesum bygningi var umframt bókasavn eisini skjalasavn og á loftinum fornminnissavn. Við hesum varð ein virðiligur karmur skaptur fyri føroysk mentanarlig áhugamál og ein plantuskúli fyri eitt komandi vísindaligt umhvørvi. Eftir at seinni heimsbardagi var byrjaður, varð innan ávísar bólkar farið at hugsa um vísindi og gransking við støði í teimum hugskotum, ið vóru gróðursett millum føroyskar akademikarar, sum vóru strandaðir í Danmark undir seinna heimsbardaga. Við heimastýrislógini í 1948 yvirtók heimastýrið mentanarstovnar sum bókasavn, skjalasavn og fornminnissavn, ið vóru lutfalsliga ódýrir í rakstri. Men frá politiskari síðu varð einki sett í verk, ið bar á brá at vera granskingarpolitisk tiltøk. At eitt føroyskt granskingarumhvørvi hevur tikið seg upp, er fyrst og fremst grundað á viljan hjá einstøkum persónum, framtakssemi og virkishug. Tann fyrsta veruliga samskipanin av granskingini fór fram, við at Føroya Fróðskaparfelag varð sett á stovn í 1952. Felagið gav longu frá byrjan út egið vísindatíðarrit Fróðskaparrit við undirheitinum Annales Societatis Scientiarum Færoensis. Umframt at geva eitt vísindaligt tíðarrit út hevði felagið til endamáls at seta á stovn eitt vísindaligt bókasavn, sum farið varð til verka við alt fyri eitt. Næsta raðfesting var at skapa eitt netverk av føroyskum granskarum og seta á stovn ein vísindaligan stovn – eitt fróðskaparsetur. Tað eydnaðist í 1965, tá ið Fróðskaparsetur Føroya – Academia Færoensis – varð sett á stovn sum ein sjálvseigandi stovnur. Í 1967 fekk Fróðskaparsetur Føroya, saman við Fiskirannsóknarstovuni og Fiskiídnaðarstovuni, bústað í einum nýggjum, men lítillátnum bygningi[8]. Danskir økisgranskingarstovnar sum Danmarks Geologiske Undersøgelser (DGU) og Danmarks Fiskeriundersøgelser høvdu vísindalig starvsfólk í Føroyum. At hetta vóru føroyingar við áhuga fyri viðurskiftunum á staðnum, var ein fyrimunur fyri tað spírandi føroyska granskingarumhvørvið. Av hesum stovnum er tað bert GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser ) – fyrr DGU – sum hevur starvsfólk á lønarlistanum í Føroyum í dag. Hinir stovnarnir vóru Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið og Fornminnissavnið. Harafturat vóru so granskingaráhugaðir privatpersónar. Hvør stovnur hevði í mesta lagi eitt vísindaligt starvsfólk. 6 Framhaldandi vøkstur í granskingarumhvørvinu. Tað var ikki fyrr enn í byrjanini av 1970-árunum, at fleiri vísindalig størv vórðu sett á stovn. Vøksturin varð fíggjaður á løgtingsins fíggjarlóg, men hetta steðgaði uml. 1990, tá ið kreppan byrjaði og kom í hæddina í 1992. Á Fróðskaparsetrinum vórðu tey vísindaligu størvini munandi skerd. Í sambandi við nýggju stýrisskipanarlógina, ið kom í gildi 1. august 1996, er undirvísing, gransking og mentan komin undir sama aðalstýri og er í dag undir sama landstýrismanni. Arbeitt verður við at samskipa ella savna stovnar, ið hava týdning fyri ella viðvíkja gransking. Í 1996 kom løgtingslógin um Granskingarráð Føroya í gildi. Granskingarráðið hevur til uppgávu at geva løgtingi og landsstýri ráð í granskingarpolitiskum spurningum og hava ein virknan leiklut í granskingarpolitikki í samfelagnum. Granskingarráðið ræður ikki sjálvt yvir granskingapeninginum, men ummælir granskingarætlanir til landsstýrismannin at taka støðu til út frá tí upphædd, ið verður sett á løgtingsins fíggjarlóg. Á talvu 2 sæst árliga játtanin. |Í mió. kr. |1996 |1997 |1998 |1999 | |Játtan á |1,0 |1,0 |1,5 |3,0 | |fíggjarlógini | | | | . Talva 2 Játtan til granskingarætlanir 1996 til 1999 í ársins prísu. Heimild: Árligar fíggjarløgtingslógi. Granskingarráðið fær gjøgnum samstarv við hinar stovnarnar umráðandi samskipandi uppgávu. Við hesum tiltaki er við at verða skapt eitt veruligt grundarlag undir einum føroyskum granskingarpolitikki. Fleiri av teimum stovnum, ið eru nevndir omanfyri, og aðrir við hava umframt sínar dagligu arbeiðsuppgávur eisini granskingaruppgávur, sum eru ásettar í teimum lógum, hesir stovnar virka undir. 7 Kunngerð av granskingarúrslitu. Fróðskaparrit er givið út síðani 1952. Tíðarritið hevur yvirlit yvir ritgerðir, og fleiri doktararitgerðir eru eisini kunngjørdar í ritinum[9]. Føroya Fornminnissavn stóð í fleiri ár fyri útgávu av tíðarritinum Mondli við mentanarsøguligum og fornfrøðiligum greinum. Seinni er hetta tíðarrit avloyst av tvørvísindaliga tíðarritinum Frøði. Privatir geva út tíðarritið Málting, ið er einasta tíðarritið um føroyska málgransking. Flestu av nevndu stovnunum geva eisini út ársfrágreiðingar. Eisini verða granskingarúrslit almannakunngjørd í norðurlendskum faktíðarritum og í altjóða norðurlendskum tíðarritum. Innan náttúruvísindi verður nógv givið út í alheims høpi. Fiskivinnufrøðingar leggja fram nógv úrslit sum frágreiðingar til ICES (International Council for the Exploration af the Sea). Síðani 1995 hevur Fróðskaparrit havt eitt árligt yvirlit við ”Scientific publications about Faroe Islands”, har ikki bert útgávur hjá føroyskum granskarum eru tiknar við, men eisini aðrar vísindaligar bókmentir um Føroyar og føroysk viðurskifti[10]. Vísindaligar útgávur og greinar eru við í Føroyskur bókalisti, ið Føroya Landsbólkasavn gevur út hvørt ár. Hesin bókalisti lættir um at finna skjalatilfar til føroyska gransking. 2 Granskingartilfeing. 1 Útveganargrundarlag – tey ung. Í 1998/99 eru 7.018 næmingar í fólkaskúlanum. Ein árgangur er uml. 650 – 750 næmingar. Tey flestu enda antin 9. ella 10. flokk og fara víðari á ein miðnámsskúla (studentaskúla, hf-skeið, handilsskúla, tekniska skúla ella fiskivinnuskúla). Studentaskúlin byrjaði sína undirvísing í 1937. Síðani eru studentsútbúgvingarnar vorðnar fleiri og meira sundurbýttar. Tær kunnu takast á studentaskúla, handilsskúla, tekniska skúla og fiskivinnuskúla. Niðanfyri sæst, hvussu nógv hava tikið eina studentsútbúgving í 1995 og í 1998. | |1995 |1998 | |Studentspró|164 |230 | |gv | | | |HF-prógv |92 |86 | |HH-prógv |91 | 99* | |HT-prógv |15 |13 | |HIF-prógv**|13 |6 | |Tilsamans |375 |434 . Talva 3 Yvirlit yvir gymnasialar próvtøkur í 1995 og 199. Heimild: Undirvísingar- og Mentamálastýrið. * Av hesum eru 13, sum hava tikið HH upp á 1 ár (studentar, hf-arar o.o.). ** HIF merkir hægri útbúgving innan fiskivinnu á yrkisgymnasialum stigi. Í 1995 stóðu 375 eina gymnasiala útbúgving og í 1998 434. Hetta er uml. helmingur av einum árgangi. Nógv tey flestu, ið byrja eina hægri útbúgving, gera tað uttan fyri Føroyar. Tey flestu fara til Danmakar og lutfalsliga fá fara til onnur lond at lesa. Tey seinastu árini eru korini munandi broytt til tað betra fyri tey, sum lesa uttan fyri Norðurlond (sí kap. 5.1 á síðu 90). 2 Fígging av granskingin. Høvuðskeldan til granskingina kemur frá løgtingsins fíggjarlóg, har Fróðskaparsetur Føroya er at finna. Samlaða upphæddin til undirvísing, gransking o.a. er í 1996 408,4 mió. kr., harav 11,7 mió. kr. eru til gransking og hægri undirvísing. Hetta er 2,8% av samlaðu játtanina til undirvísing og gransking. Samsvarandi tøl fyri 1999 eru ávikavist 427,5 mió. kr., 15,8 mió. kr. og 3,7%. Herí eru ikki roknaðar játtanir til økisgranskingarstovnar undir øðrum aðalstýrum. Í 1996 varð mett, at tær samlaðu almennu játtanirnar til veruliga gransking vóru uml. 8 mió. kr.[11. Harafturat kemur, at føroyingar kunnu søkja danskar granskingarpengar á jøvnum føti við danir hjá teimum donsku granskingarráðunum. Tann einasti privati grunnurin í Føroyum, sum hevur til endamáls at stuðla gransking, er ”Vísindagrunnur Føroya Sparikassa” við einum grundfæi upp á slaka 1 mió. kr. Grunnurin hevur í einum 5 ára tíðarskeiði síðani 1990 stuðlað føroyskari gransking við einari upphædd upp á uml. kr. 125.000 í miðal um árið. Føroyskir peningastovnar stuðla av og á einstøkum verkætlanum. Sum dømi kann nevnast, at Pf. Sjóvinnubankin setti 1 mió. kr. av til gransking á sínum 60 ára føðingardegi í 1992. Onnur helvtin fór til fiskivinnukanningar og hin helvtin fór til ein granskingarstyrk í fiskivinnubúskapi. Tað eru bert smáar upphæddir, sum vinnan nýtir upp á gransking. Orðabókagrunnurin, hvørs inntøkur koma frá sølu av áður útgivnum orðabókum, hevur stuðlað móðurmálsorðabókini við stórari upphædd. Orðabókagrunnurin hevur eisini stuðlað øðrum orðabókum. Mentunargrunnur Føroya Løgtings hevur av og á stuðlað útgávum í smb. við útgávur av vísindaligum slagi. Samanumtikið eru uttanhýsis keldurnar til gransking kortini sera avmarkaðar. Granskingarstyrkur og at keypa granskarar leysar frá teirra dagligu uppgávum er vanliga fíggjað av teimum donsku granskingarráðunum, sum føroyskir granskarar kunnu søkja í kapping við danskar granskarar, og partvíst av norðurlenskum og evropeiskum keldum. Av tí at vit ikki eru við í ES, kunnu vit ikki taka beinleiðis lut í teimum ymsu granskingarverkætlanum, sum fara fram innan ES (víst verður annars til kap. 5.2.2á síðu 99). Tann samfelagsliga menningin er komin hagar, at tað frá politiskari síðu verður mett, at gransking er umráðandi og neyðug í einum nútímans samfelag. Gransking hevur tey seinnu árini fingið hægri raðfesting, sum stovnseting av Granskingarráð Føroya er eitt dømi um. Hækkingin á fíggjarjáttanini hjá Fróðskaparsetri Føroya í 1998 og 99 kann skiljast sum tekin um, at myndugleikarnir eru sinnaðir spakuliga at fáa føroyska universitetsvirksemið upp á tað stigið, sum tað hevði, tá ið kreppan tók seg upp. 3 Granskingartilfeing. Verður hugt at tí menniskjansliga granskingartilfeinginum, eru tað í dag meira enn 50 fólk[12] í størvum við fakligum og vísindaligum eyðkenni. Okkurt av hesum størvum er fíggjað uttanífrá. Verður hugt at akademiskum útbúgvingum, hava nógv teir flestu føroysku akademikararnir tikið útbúgvingina á donskum lærdum háskúlum, fá við onnur norðurlendsk fróðskaparsetur og uppaftur færri uttan fyri Norðurlond. Minstamarkið við setan í starv hevur verið kandidatsprógv ella samsvarandi útbúgving. Tá talan er um vísindalig størv við Fróðskparsetur Føroya, hevur ein metingarnevnd mett um umsøkjararnar, eins og gjørt verður við onnur universitet. Setursráðið er setanarmyndugleiki. Starvsflokkingin er adjunktur, lektari og professari. Á øðrum vísindastovnum enn Fróðskaparsetri Føroya er mannagongdin vanliga tann, at leiðslan eftir innanhýsis meting ger tilmæli til landsstýrið, sum síðani tekur endaliga avgerð um, hvør skal setast í starv. Vanliga hava fáir skikkaðir umsøkjarar verið til tey einstøku størvini, so avgerðin hevur aloftast verið sjálvsøgd. Í onkrum førum er tann setti komin beinleiðis frá próvtøkuborðinum, í øðrum føri hava teir havt arbeiðsroyndir frá øðrum stovnum. Nú, tá ið leys størv eru meira sjáldsom, er støðan vorðin ein onnur, við tað at roknað verður við – í flestum førum – at fleiri skikkaðir umsøkjarar eru. Nýggjar tíðir seta nýggj førleikakrøv. Eitt ph.d-stig er enn ikki nakað formligt krav fyri at verða settur í starv, men fleiri stovnar hava givið tekin um – yvir fyri sínum ungu starvsfólkum – at roknað verður við, at tey taka eitt ph.d-stig. Trupulleikin er tann, at uttan at meira tilfeingi kemur afturat, fer tað at hava við sær, at tey ymisku føstu ábyrgdarøkini og bindingar koma at hvíla á færri herðum. Hinvegin er tað neyðugt, at tað einstaka vísindaliga starvsfólkið fær møguleika at menna sín persónliga førleika. 3 Stovnar og granskingarumhvørv. 1 Útbúgvingarstovnar uttan granskingarskyld. Ávísir stovnar hava útbúgving sum einasta endamál[13]. Av hesum er Føroya Læraraskúli tann elsti. Hann varð settur á stovn í 1870. Síðani komu sjómansskúlarnir og maskinskúlin fyrst í hesi øldini. Sjúkrasystraskúli Føroya kom í 1960. Føroya Handilsskúli, ið hevur røtur aftur til 1936, skipar í dag fyri HD-lesnaði í samstarvi við Handilsháskúlan í Århus innan ávís fakøki. 2 Leiðsla og funktiónsøki almen. Tað eyðkennir granskingarumhvørvið, at tað umfatar fleiri smáar sjálvstøðugar stovnar hvør við sínum leiðara ella stjóra, sum hevur beinleiðis tilvísing til landsstýrið. Ábyrgdin av leiðsluni á tí einstaka stovninum er hjá tí eina persóninum. Eitt undantak er tó Fróðskaparsetur Føroya, sum síðani 1987 er leitt av einum valdum rektara og valdum megindeildarformonnum. Frá myndugleikanna síðu verður arbeitt saman við ymiskum stovnum um at knýta hesar stovnar saman í størri granskingareindir. Tað ger seg galdandi fyri teir flestu av teimum eftirfylgjandi umrøddu stovnum, at myndugleikarnir hava álagt teimum ymisk og føst ábyrgdarøki og skyldur sum t.d. vísindaliga og tekniska skjalfesting, fastar innsavningar av dátum og fyri onkrar stovnar frágreiðing, ráðgeving og eftirlit. Tann tíð, ið er sett av til veruliga gransking, er sera avmarkað og sjáldan formskipað. 3 Søvn – neyðugar fyritreytir fyri at gransking kann fara fram á granskingarstovnu. Fyri gransking er sera umráðandi við søvnum, har granskarar kunnu finna fram til keldur og tilfar, ið er neyðugt fyri at kunna útinna gransking. 1 Føroya Landsbókasav. Við heimastýrislógini varð bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya Landsbókasavn, stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur, kom undir landsstýrið og virkar í dag eftir løgtingslógini frá 1952 um Føroya Landsbókasavn. Føroya Landsbókasavn hevur trý høvuðsendamál: • at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar • at vera meginbókasavn fyri allar Føroyar • at vera vísindabókasav. Landsbókasavnið virkar m.a. sum vísindaligt bókasavn við framkomnum leitiskipanum á høgum tøkniligum stigi og við einari vælvirkandi lániskipan ímillum bókasøvn bæði innanlands og uttanlands. Sambært lógini skal Føroya Landsbókasavn fáa til vegar eitt savn av vísindaligum bókmentum. Grundarlagið undir hesum savni er tað bókabýti, sum fer fram ímillum stovnin og líknandi stovnar í grannalondunum. Føroyskir skúlar og lærustovnar hava eins og øll onnur ókeypis atgongd til alt tað tilfar, sum skrásett er á Føroya Landsbókasavni. Ein grundstuðul hjá gransking í Føroyum og gransking í føroyskum evnum er, at tilfarið, sum er til, er skrásett, og at granskarin veit, hvar hann skal fara eftir tí. Føroya Landsbókasavn skrásetur eftir altjóða leiðreglum alla tíðina alt prentað tilfar Føroyum viðvíkjandi, soleiðis at granskarar vita, hvat ið er tøkt og hvar ið tað er til skjals. Skrásetingararbeiðið verður í dag gjørt á framkomnari telduskipan, og um stutta tíð verður skrásetingin eisini atkomulig á internetinum. Føroya Landsbókasavn er eisini meginbókasavn fyri allar Føroyar, og í hesum liggur ein ávís skylda hjá stovninum – og harvið hjá landsins myndugleikum – at bera so í bandi, at allir skúlar landsins hava nøktandi skúlabókasavn, soleiðis at lunnarnir til alla útbúgving og gransking verða lagdir longu í teimum umráðandi árunum í barnaskúlanum. Tey seinnu árini er samstarv fingið í lag millum Landsbókasavnið, Fróðskaparsetur Føroya og aðrar lærustovnar og stovnar um umsjón, skráseting, tænstuveiting o.a. av teirra bókasøvnum. Hetta er ein áhugaverd uppgáva, tí í telduheiminum í dag førir ein skipan av einum bókasavni beinanvegin til samskipan av nógvum bókasøvnum; soleiðis eru telduskráirnar háttaðar. Í tí lítla føroyska granskingarheiminum fer hetta samstarvið at hava stóran týdning í framtíðini. Hetta hevur ført við sær, at eitt heildaryvirlit yvir allar vísindaligar bókmentir í Føroyum er tøkt. Landsbókasavnið er á henda hátt ein miðdepil í tænastuveiting til granskingina. Landsbókasavnið fremur ikki sjálvt gransking, men ger ymiskar bókmentaskráir og gevur út Føroyskan bókalista. Harumframt skrásetur Landsbókasavnið eisini allar bókmentir um Føroyar og allar bókmentir, ið eru skrivaðar av føroyingum, eisini vísindaligar ritgerðir, bæði sum greinir og sum bøkur. Serritgerðir og ritgerðir, ið verða skrivaðar í sambandi við akademiskan lestur eru eisini at finna á Landsbókasavninum. Hetta er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta). 2 Føroya Landsskjalasav. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Landsskjalasavnið er ein mentanarstovnur, ið hevur til endamáls at varðveita almenn og privat skjalasøvn, sum hava søgulig virði og hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri myndugleikar ella borgarar. Landsskjalasavnið skal savna, skipa, varðveita, lýsa og røkja søvnini, so at tey eru til taks hjá myndugleikum, almenninginum og granskingini. Umframt landsskjalavørðin er eitt fólk við akademiskari útbúgving á stovninum. Harafturat eru starvsfólk til fyrisiting, skráseting, eftirlit, lesistovu o.a. Fólk av landsskjalasavninum undirvísa søgulesandi og fólki í almennu umsitingini í fyrisitingarsøgu og journalkunnleika. Skjalasavnsavtalan frá 1990 og skjalasavnslógin frá 1992 hava havt við sær fleiri fyrisitingarligar uppgávur. Ráðgeving og eftirlit við skjalasøvnunum hjá øllum donskum og føroyskum stovnum hava økt munandi um uppgávurnar hjá stovninum, samstundis sum játtanin til Landsskjalasavnið er lækkað munandi. Hetta sæst av talvuni niðanfyri. Játtanin til Landsskjalasavnið lækkaði við 25% frá 1989 til 1995 og er í 1999 komin upp á 1992 stigið. |í tkr. |1989 |1992 |1995 |1998 |1999 | |Játtan |2.633 |2.162 |1.974 |2.046 |2.193 | |Indeks |100 |82 |75 |78 |83 . Talva 4 Árligar játtanir til Landsskjalasavnið í ársins prísu. Heimild: Árligu fíggjarlógirnar. Viðmerkingar: Í 1995 eru lønirnar lækkaðar við uml. 10% í mun til 1992. Í 1998 er lønarlækkingin uml. 3% í mun til 1992, meðan lønarlækkingin er burtur í 1999, lønarlækkingin er sostatt borin fult aftur í 1999. Tí eigur hetta at verða havt í huga, tá ið samanborið verður millum tey einstøku árini. Tað vil siga, at tann parturin av lækkingini, sum er størri enn 10% í 1995 í mun til 1989, er ein reallækking. Annars eigur fyrivarni at verða tikið fyri øðrum broytingum í kostnaðarstiginum í samfelagnum, men hóast hetta geva tølini greiða ábending. Í 1993 kom meirvirðisgjalds-skipanin. Hetta hevur verið við til at hækka tann partin av rakstrarkostnaðinum, sum ikki er beinleiðis lønir. Av tí at lønarparturin er so mikið stórur, verður mett, at mvg ikki hevur ávirkað kostnaðarstigið so nógv, hóast tað hevur økt um stovnsins kostnaðarbyrðu. Landsskjalasavnið hevur savnindi aftur til 14. øld. Skjøl á Landsskjalasavninum saman við savnindum av føroyskum uppruna og týdningi á donskum skjalasøvnum eru týdningarmesta keldutilfar ikki bert til føroyska søgu, men eisini fyri t.d. náttúru- og heilsuvísindi, sæð í einari søguligari mynd. Gransking. Landsskjalasavnið hevur til endamáls at fremja gransking í tilknýti til søvnini. Mesta arbeiði fer tó fram til kanningar og ráðgeving til granskarar innan nógvar greinar, t.d. heilsu-, sið-, bygdar-, ættar- og kirkjusøgu. Í hesum sambandi eru visiónir um eina fyrisitingarliga søgukanning. Hetta er ein verkætlan, sum er fortreyt fyri skráseting, atgeingi og fullgóðari nýtslu av savnindunum og sum bæði starvs- og vísindafólk vilja fáa nyttu av. Landsskjalasavnið hevur ynski um at geva út søguligar keldur, møguliga við viðmerkingum. Uttan fyri skjalasavnsskyldur verður arbeitt við eini verkætlan í kvinnusøgu. Ein serlig ætlan í sambandi við Landsskjalasavnið er verkætlanin ”Arbeiðarrørslan á Tvøroyri 1915 – 1990” sum hevur ført til eina ph.d- ritgerð[14]. 4 Universitet – gransking og undirvísin. 1 Fróðskaparsetur Føroy. Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis) er sett á stovn í 1965 sum ein sjálvsognarstovnur við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Tað skuldi “fremja rannsóknararbeiði og skipa fyri hægri undirvísing í Føroyum”[15] í samstarvi við teir granskingarstovnar, sum tá vóru, t.e. søvn landsins: Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Fornminnissavnið, Náttúrugripasavnið og Fiskirannsóknarstovuna. Fyrireikingarnar til Fróðskaparsetrið byrjaðu í 1952, tá ið Føroya Fróðskaparfelag varð stovnað og miðvíst fór undir at leggja lunnar undir vísindaligt virksemi í Føroyum. Setursráðið, t.e. stýrið á Fróðskaparsetrinum, fevndi um tríggjar limir, sum Fróðskaparfelagið valdi, umframt landsbókavørðin og rektaran á Føroya Studentaskúla. Í 1987 varð Fróðskaparsetrið umskipað og gjørdist universitet (Universitas Færoensis) við stýrislagi sum á universitetum í øðrum Norðurlondum.[16] Í dag hevur Fróðskaparsetrið somu høvuðsuppgávur sum Academia Færoensis umframt skyldu til at kunna um granskingina. Í lógini er tað orðað soleiðis, at setrið hevur “til endamáls at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit”.[17. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er skipað í tríggjar megindeildir: Føroyamálsdeild, Náttúruvísindadeild og Søgu- og samfelagsdeild. Rektarin er formaður í setursráðnum, sum er mannað av formonnunum á megindeildunum. Bæði rektari og megindeildarráðslimir verða eftir ásettum reglum vald fyri trý ár í senn av teimum, sum starvast á setrinum. Í 1998 varð ein menningarætlan fyri Fróðskaparsetrið gjørd. Hon stingur út í kortið, hvussu stovnurin kann verða mentur tey næstu trý árini. Undirvísing Tá ið setrið varð stovnað, varð lagt varliga fyri við einari deild, Føroyamáls-deildini, og einum vísindastarvsfólki. Fyrsta tiltakið á Fróðskaparsetrinum var orðabókaarbeiði, síðani komu skeið í føroyskum fyri lærarar. Verulig akademisk undirvísing byrjaði í 1970 við heimspeki og skeiði til “filosofikum”. Náttúruvísindalig nám Í 1972 varð farið undir 2 ára náttúruvísindaliga støðisútbúgving, og tað eru tvær støðisgreinir: stødd-/alisfrøðilig og evna-/lívfrøðilig støðisútbúgving. Í 1987 vórðu fimm BS–nám sett á stovn, tað er 1-1½ ára framhaldslestur eftir støðisútbúgvingina til Bachelor of Science: alis- /jarðalisfrøði, lívfrøði, teldufrøði, ravmagnsverkfrøði og matvøruverkfrøði. Orsakað av kreppuni gjørdust tey ikki øll veruleiki. Hugvísindalig nám Føroyskt Í 1974 varð skipað fyri ársnámi í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, og tað varð víðkað til tvey ára exam.art.-nám í 1976. Síðani gingu ellivu ár, til farið varð undir framhaldslestur til fult kandidatprógv (cand.phil.) í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Tann undirvísingin byrjaði í 1987. Gudfrøði og søga Árini 1978-1988 varð undirvíst í gudfrøðiligum evnum, men av ymsum grundum steðgaði tann undirvísingin. Í 1987 vórðu studentar fyrstu ferð tiknir upp til exam.art.-nám í søgu, teir fyrstu luku BA-nám í 1990 (Bachelor of Arts) og tey fyrstu høvuðsgreinarprógvini, cand.phil.-prógv, í søgu vórðu útskrivað í 1992. Lokin nám á Fróðskaparsetri Føroya Megindeildirnar taka ikki upp nýggj lesandi hvørt ár, men laga upptøkuna eftir tilfeinginum. Tað samlaða árliga talið av innskrivaðum lesandi hevur tey seinastu árini ligið millum 60 og 100. Hugvísindalig nám á Føroyamálsdeildini og Søgu- og samfelagsdeildini lokin við ársenda í 1998. 88 staðið 2 ára námið, exam.art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, 8 staðið 4 ára cand.phil.-prógv í sama evni 29 staðið exam.art í søgu og siðsøgu 16 staðið BA í sama evni 3 staðið cand. phil. í sama evn. Samfelagsfrøðilig nám Í tíðarskeiðinum 1993-95 varð skipað fyri ársnámum í ávikavist samfelagsvísindum og búskapi og í handli og máli. Til samans 20 hava staðið hesi bæði ársnámini. Náttúruvísindalig nám Náttúruvísindadeildin (náttúruvísindi og tøkni) hevur í tíðarskeiðinum 1988- 98 útskrivað: 54 støðisútbúgvingarprógv 15 BS-próg. Summi av teimum, sum taka prógv í eini grundútbúgving á Fróðskaparsetrinum, hava høvuðsgreinarprógv í eini aðrari lærugrein og eru sostatt cand.mag. Nøkur teirra hava lisið báðar greinirnar í útbúgvingini á setrinum (t.d. føroyskt og søgu). Tey, sum bara taka prógv í eini – ella pørtum av eini - støðisútbúgving ella eini grundútbúgving, halda aloftast fram við víðari lestri á øðrum universitetum. Tað hevur ongantíð verið annað at frætt um, hvussu útbúgvingin á setrinum hevur vignast, enn at grund- og støðisútbúgvingarnar eru á sama støði sum aðrastaðni, og studentarnir, sum halda fram aðrastaðni, eru væl lærdir og klára seg væl. Granskaraútbúgving Eftir kunngerð frá 1996 ber til at fara undir granskaraútbúgvingina til ph.d. (Philosophy Doctor) á Fróðskaparsetrinum. Á vári 1999 eru trý granskaralesandi innskrivað á setrinum. Granskaraútbúgving umfatar lestur, undirvísing og gransking, sum skal enda við eini ph.d.-ritgerð, sum verður vard á almennari samkomu. Fyri at tryggja granskaranum altjóða royndir umfatar útbúgvingin harumframt eina vist á útlendskum universiteti. Kreppan Tá ið kreppan gjørdi vart við seg í 1989, varð fíggjarjáttanin beinan vegin skerd á Fróðskaparsetrinum. Í talvu 5 niðanfyri sæst játtanin til Fróðskaparsetrið úrvald ár frá 1989 til 1999. Í 1995 var játtanin einans 67% av játtanini í 1989. Í 1999 er játtanin komin eitt sindur upp um 1992- støðið. Tískil eru í dag bert 60% av teimum vísindaligu størvunum, sum vóru í 1989. Hetta førdi við sær, at tær stóru ætlanirnar í álitinum frá 1986 vórðu av ongum. Í dag eru tey somu trý høvuðsøkini ella tær somu megindeildirnar sum í 1980-árunum: Føroyamálsdeildin, Søgu- og samfelagsdeildin og Náttúruvísindadeildin. |í tkr. |1989 |1992 |1995 |1998 |1999 | |Játtan |14.596 |11.500 |9.700 |10.615 |11.786 | |Indeks |100 |79 |67 |73 |81 . Talva 5 Árligar játtanir til Fróðskaparsetur Føroy. Heimild: Árligu fíggjarlógirnar. Sí annars viðmerkingarnar á síðu 38 (Talva 4). 1 Føroyamálsdeildi. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Føroyamálsdeildin er sett á stovn í 1965 og starvsøki hennara er gransking og undirvísing í føroyskum máli og bókmentum. Samstundis hevur deildin altjóða skyldur, tí hon er einasti stovnur í heiminum, sum burturav hevur til endamáls at granska og undirvísa í føroyskum máli og bókmentum. Tí er Føroyamálsdeildin tann natúrligi fakligi miðdepilin í slíkum virksemi. Haraftrat kemur ávíst ráðgevandi virksemi eins og upplýsing/kunning um granskingarúrslit. Røkt av orða-, staðanavna-, málføra- og kvæðasøvnum eru neyðugir partar av granskingini og undirvísingini á deildini. Til at røkja undirvísingar- og granskingaruppgávurnar hevur deildin 6 vísindastørv: 3 málfrøðistørv og 3 bókmentastørv (1 av hesum seinnu í skaldskapi av manna munni). Harafturat er í løtuni (1999) ein uttansetursfíggjaður ph.d.-studentur á deildini og deildin hýsir eini uttansetursfíggjaðari orðabókarverkætlan.[18. Til at røkja savnsskyldur av ymiskum slag hevur deildin 3 savnshjálparar, 1 í fullum starvi, 2 í parttíðarstarvi. Til at røkja tær fyrisitingarligu uppgávurnar hevur deildin ein deildarskrivara. Føroyamálsdeildin er við í Nordplus-netverkinum Nordliks, sum skipar fyri lærara- og studentaumbýti millum móðurmálsdeildirnar á øllum universitetum í Norðurlondum. Serliga læraraumbýti kemur væl við hjá deildini. Nettojáttanin hjá deildini var í 1998 3.374 tkr. GRANSKING. Granskingarøkið hjá deildini er í stórum dráttum málfrøði og bókmentafrøði, undir hetta seinna kemur gransking av skaldskapi av manna munni. Málfrøði. Aðaltátturin í málvísindaliga arbeiðinum hjá deildini hevur verið orðabókaarbeiði. Fram til uml. 1990 varð høvuðsdenturin lagdur á orðtøku fyri at vaksa um og útbyggja orðasavnið, ið, síðan deildin varð stovnað, hevur verið grundarlagið undir øllum orðabókaarbeiði. Í 1989 varð farið undir verkætlanina "Móðurmálsorðabókin", ið partvíst var fíggjað uttanífrá. Henda verkætlan var liðug, tá ið Føroysk orðabók kom út í 1998.[19] Arbeiðið við at endurskoða og fullfíggja orðabókina til seinni endurútgávur fer fram á Føroyamálsdeildini. Umfatandi staðanavnarannsóknir verða framdar á deildini. Føroyamálsdeildin, Matrikulstovan og Kort- og Matrikelstyrelsen samstarvaðu frá 1980 til 1998 um navnatilfarið á kortunum, sum er nógv økt á nýggju 37 kortbløðunum, sum vóru liðug at koma út í 1998.[20. Harumframt verður granskað í føroyskari mállæru og málsøgu og í føroyskum fólkanøvnum. Bókmentir. Bókmentafrøðiliga granskingin á Føroyamálsdeildini hevur kastað av sær monografiir um einstakar rithøvundar og ávís tíðarskeið.[21] Givin eru út greinasøvn við bókmentaligum greiningum av støkum verkum[22] og tekstum[23] og við ráðstevnufyrilestrum.[24] Á deildini er skrivað bók við bókmentaligum frøðiheitum[25] og í umbúna er bók, sum viðger modernaðar skaldsøgur og setur tær í ástøðiligan og søguligan samanhang.[26] Harafturat verða bókmentafrøðiligar greinir, sum eru skrivaðar á Føroyamálsdeildini, prentaðar í Fróðskaparritum og í útlendskum tíðarritum, eitt nú í tí enska Skandinavica og íslendska Tímariti máls og menningar. Hesi seinastu tíggju árini hava greinir frá deildini verið í bókunum frá bókmentaráðstevnunum hjá International Association of Scandinavian Studies, sum verður hildin á øðrumhvørjum ári. Í fjør var henda ráðstevna hildin á Fróðskaparsetrinum og ráðstevnufyrilestrarnir verða ritstjórnaðir á Føroyamálsdeildini og koma út í bók í 2000. Granskingin av skaldskapi av manna munni snýr seg um kvæðir sum tekstir og kvæðir í sosialum samanhangi, t.e. í dansinum. Tvær ráðstevnur hava verið hildnar, onnur um kvæðir og hin um vísuskaldskap í víðari merking. Báðar hesar ráðstevnur eru útgivnar í bók.[27] Eitt hefti um føroyskan dans er gjørt á deildini,[28] og í umbúna er útgáva av einum higartil óviðgjørdum kvæðahandriti, útgáva av kvæðaløgum í tilknýti til hetta handrit. Fjølmiðlasamskifti, munnligt samskifti í nútíðini og samtíðarmentan eru somuleiðis granskingarevni á Føroyamálsdeildini. Ymsar greinagerðir í tíðarritum[29], antologium á skandinaviskum og enskum máli vísa úrslit á økinum.[30] Ein dr.phil.-ritgerð um samskifti og fólksliga mentan er skrivað á deildini,[31] somuleiðis ein ph.d. ritgerð.[32. 2 Søgu- og samfelagsdeildi. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Søgudeildin er sett á stovn í 1986 og umfataði til 1988 umframt søguvísindi eisini gudfrøði. Í 1989 varð avgjørt at fara undir at byggja upp eina samfelagsvísindaliga deild, men í 1992 var samfelagsfrøði løgd saman við søgufrøði í eina nýggja megindeild: Søgu- og samfelagsdeildin. Á deildini eru 3 vísindastørv: eitt í almennari søgu, eitt í siðsøgu og eitt í samfelagsfrøði. Deildin hevur eitt hálvt deildarskrivarastarv og nettojáttanin hjá deildini var í 1998 1.589 tkr. Tann samfelagsvísindaliga granskingin, sum fer fram í Føroyum, verður framd á Søgu- og samfelagsdeildini. Hagstova Føroya hevur til uppgávu at savna tilfar, sum lýsir føroyska samfelagið úr ymsum sjónarhornum. Hesi hagtøl hava stóran týdning fyri empirisku samfelagsgranskingina, men Hagstovan fremur ikki sjálv veruliga gransking. Partar av granskingini á Søgu- og samfelagsdeildini fáa uttanseturs stuðul og tað hevur m.a. kastað eina frágreiðing av sær, sum lýsir hvussu tað ber til at forða fyri stríði millum núverandi høvuðsvinnuna, fiskivinnuna, og ta nýggju oljuvinnuna. Tvey av amboðunum tykjast vera samskifti og virðing.[33. Søgu- og samfelagsdeildin dúvar í ávísan mun upp á útlendskar gestalærarar, og søgunámini umfata meira fólkalívsfrøði og siðsøgu enn somu nám aðrastaðni. Námini í søgufrøði roynast so mikið væl, at fleiri eru farin undir granskaraútbúgving í søgu. Í samfelagsvísindum er talan um serlig evnisskeið og um ársnám í samfelagsvísindaligum grundevnum og í búskapi, handli og máli. Hetta seinna árskeiðið er samskipað við Robert Gordon University í Aberdeen og Aalborg Universitetscenter. Tikið verður upp til námini, tá ið tilfeingið og umstøðurnar eru til tað. Harumframt er í umbúna at skipa ársnámini í samfelagsfrøði soleiðis, at tað verður gjørligt at taka BA í samfelagsfrøði. Gransking. Granskingin á Søgu- og samfelagsdeildini fer fram í søgu, siðsøgu og samfelagsvísindum. Vísindastarvsfólk á deildini hava givið út ritgerðir um føroyska søgu, stjórnarskipanarliga søgu, kirkjusøgu, fólksliga mentan og skiftið frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag.[34] Granskingaruppgávurnar eru fjøltáttaðar, men dentur verður lagdur á hesi øki: norðbúgvamentan, bygdasamfeløg í broyting og pinkutjóð í menning. Deildin hýsir 2 uttansetursfíggjaðum ph.d.-verkætlanum.[35. Søgu- og samfelagsdeildin stílaði fyri altjóða vísindaligari ráðstevnu um ”Microstates: Globalization and Constitutionalism. Challenges to Selfgoverment and Microstates” í apríl 1999.[36. 3 Náttúruvísindadeildi. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Náttúruvísindadeildin gevur hægri náttúrufrøðiligar útbúgvingar og granskar í náttúruvísindaligum og tekniskum evnum. Gransking og útbúgving eru tvær síður av somu søk: at framleiða og gagnnýta vitan og eiga at fylgjast í tí virksemi, sum fer fram á einum universiteti. Hóast Náttúruvísindadeildin hevur virkað í meir enn 25 ár, er fakliga umhvørvið framvegis lítið størri, enn tað var í byrjanini. Bert eitt fast vísindafólk er á hvørjum fakøki, og tí er virksemið hjá Náttúruvísindadeildini nógv knýtt at einstaklingum. Á náttúruvísindadeildini eru fimm full vísindastørv umframt parttíðarstørv. Harafturat eru á deildini ph.d.-lesandi, sum m.a. fíggja lesturin við studningi frá oljufeløgum. Deildin hevur ein deildarskrivara og tveir laborantar. Játtanin hjá deildini er í 1998 3.202 tkr. Gransking. Granskingin á Náttúruvísindadeildini fer fram á hesum økjum. • Føroyska veðurlagið síðan 1875. • Geislavirkni og onnur dálking á sjógvi, landi og í luftini. • Møguleikarnir at nýta nútímans telesamskiftisútgerð í Føroyum. • Streymviðurskifti í føroyskum sjóøki. Kanningar við matematiskum modellum. • Útbreiðsla, føði og vøkstur hjá fiski á Føroyabanka. • Málteld og orðabókaarbeiði. Royndarspreingingar við kjarnorkuvápnum førdu í 1960 árunum til lutfalsliga høgt geislavirkni í nøkrum føroyskum matvørum. Hetta eggjaði til eina drúgva mátiætlan, ið upprunaliga serliga varð útint av RISØ kanningarstovninum. Á Náttúruvísindadeildini hevur serliga eftir Tjernobyl vanlukkuna verið arbeitt við, hvussu geislavirkni gjøgnum avfall verður flutt í gras, seyð og aðrar partar av vistskipanini til menniskjað. Arbeiðið er samskipað í norðurlendskum høpi.[37. Orsakað av torgreiddari botnstaðfrøði (botntopografi) og samanfallandi vatnmongdum myndar føroyska havøkið eina fløkta skipan, sum er torfør at lýsa ástøðiliga. Á Náttúruvísindadeildini verður arbeitt við numeriskum havfrøðimodellum, ið kunnu økja um vitanina um havøkið við Føroyar. Í slíkum modelleringsarbeiði verða mátingar brúktar, og synergi fæst tí millum arbeiði hjá teimum, sum máta, og teimum, sum gera modell – eitt nú millum Náttúruvísindadeildina, Fiskirannsóknarstovuna og útlendskar stovnar sum Norsk Meteorologisk Institut og lærda háskúlan í Bergen. Ein onnur havfrøðilig verkætlan kannar fiskiríkidømi á Føroya Banka.[38] Arbeitt hevur eisini verið saman við granskarum frá Danmarks Teknologiske Universitet (DTU) um menning av eini oljurakstrarætlan (”oil spill trajectory”) fyri føroyska havøkið. Stóru hæddarmunirnir í landinum ávirka útbreiðsluna av elektromagnetiskum- bylgjum, og tað hevur tí týdning fyri telesamskiftið. Í samstarvi við Føroya Teleeru kanningar gjørdar av, hvussu havið og fjøllini ávirka signaldygdina í digitalum-radioskipanum. Tað er í umbúna at leggja fleiri náttúruvísindaligar granskingarstovnar og setrið saman í næstum. Í umleið eitt ár hevur verið arbeitt við at samansjóða partar av náttúruvísindaliga virkseminum í Føroyum í eitt víðkað universitetsfakultet. Talan er um Náttúruvísindadeildina, Náttúrugripasavnið og BIOFAR. Líknandi samansjóðingar kunnu eisini hugsast fyri hugvísindi. Á henda hátt verða lunnar lagdir undir eitt størri og sterkari universitetsumhvørvi, ið er betur ført fyri at fáa til vegar og gagnnýta vitan í føroyskum og altjóða høpi. 5 Aðrir granskingarstovnar – gransking og menningarvirksem. 1 Føroya Fornminnissav. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Føroya Fornminnissavn er okkara siðsøguliga tjóðsavn, sum røkir siðsøguligar savnsuppgávur umframt at vera myndugleikin, sum umsitir fornminna- og bygningafriðingarlógirnar saman við almennu stuðulsskipanini til bygdasøvn. Á Føroya Fornminnissavni starvast ein landsantikvarur, tveir savnvørðir, ið eru leiðarar av ávikavist tí fornfrøðiligu deildini og tí fólkalívsfrøðiligu deildini, ein arkitektur, ein savnspedagogur og tekniskt/fyrisitingarligt starvsfólk. Uppgávur stovnsins eru lógarásettar og fevna um fornfrøðiligar og fólkalívsfrøðiligar skrásetingar og kanningar. Siðsøguligu kanningarevnini fevna m.a. um búsetingar- og landbúnaðarsøgu, bygningasøgu, sjóvinnusøgu o.a. Umsitingarligu uppgávurnar binda so nógv í einari tíð við avmarkaðum tilfeingi, at tað sjáldan verður tíð til veruliga gransking – og enn minni til veruligar verkætlanir – í arbeiðstíðini. Fornminnissavnið hevur søvn við fornfrøðiligum og fólkalívsfrøðiligum gripum, eitt stórt myndasavn, savn við frásagnum og samrøðutilfari, bæði skrivligt og sum bandupptøkur. Hetta er tilfar, ið er savnað saman í sambandi við størri fólkalívsfrøðiligar verkætlanir. Savnið hevur eisini mynda- og konserveringsverkstaðir. Í 1996 læt savnið upp eina nýggja siðsøguliga framsýning í Hoyvík. Hon var ætlað at standa uppi eitt ár ella so sum eitt fyrsta stig á leiðini at byggja upp føstu framsýningar savnsins, men vegna tilfeingistrot stendur fyribilsframsýningin uppi enn. Í talvuni niðanfyri síggjast tær árligu játtanirnar til Føroya Fornminnissavn, bygdasøvn og fornminni. |í |1989 |1992 |1995 |1998 |1999 | |tkr.| | | | | | |Játt|10.035|7.012|7.123|9.168|8.186| |an | | | | | | |Inde|100 |70 |71 |92 |82 | |ks | | | | | . Talva 6 Árligar játtanir til Føroya Fornminnissavn o.a. Heimild: Árligu fíggjarlógirnar. Sí annars viðmerkingarnar á síðu 38 (Talva 4. Føroya Fornminnissavn hevur samstarv um ávísar uppgávur við útlendsk søvn og antikvariskar stovnar, m.a. Tjóðsavnið í Danmark. Innanlands hevur stovnurin samstarv við onnur søvn og stovnar, eitt nú Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið, Søgu- og samfelagsdeildina, Føroyamálsdeildina, Matrikulstovuna o.o. Gransking. Granskingarøkini eru fornfrøði og fólkalívsfrøði. Fornminnissavnið hevur síðani seinast í 1940-árunum skipað fyri øllum fornfrøðiligum rannsóknum, sum fyri ein part eru skjalfestar í frágreiðingum og fyri ein part givnar út sum greinir. Fornminnissavnið hevur veitt stórt íkast til elstu búsetingarsøguna, til bygdabúskapin og til byggisiðin. Útbygging av undirstøðukervinum (infrastrukturinum) og størri nýgerð tey seinastu 30 árini hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at framt nógvar fornfrøðiligar rannsóknir í tí sambandi. Neyðugt hevur verið at fingið arbeiðsmegi og útgrevstrarleiðarar uttanífrá. Hesar rannsóknir hava havt stóran týdning fyri fatanina av tí mentanarligu menningini í Føroyum og í tí norrøna økinum í Atlantshavinum. Fyribils er ein ph.d.-ritgerð[39] komin burtur úr einum av hesum útgrevstrum, sum vísir á broyting í lívsháttinum í Føroyum í miðøldini. Fornminnissavnið byrjaði fólkalívsfrøðiligar verkætlanir um broyting frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag. Hetta hevur havt við sær fleiri ritgerðir gjøgnum 1970- og 1980-árini. Verkætlanir halda fram í samstarvi við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Ein serlig verkætlan í hesum sambandi er ein størri kanning av tí føroyska bátinum skoðað úr tí umhvørvisliga og samfelagsliga høpinum. Innsavnan, uppmáting og tekniarbeiði er í gongd. Henda verkætlan verður framd sum ein ph.d.- verkætlan saman við Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya[40]. 2 Náttúrugripasavnið – grundgranskin. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Náttúrugripasavnið varð sett á stovn í 1956 og hevur frá byrjan havt tríggjar deildir: Djórafrøði, plantufrøði og jarðfrøði. Umframt gransking hevur Náttúrugripasavnið skyldu til at savna, skráseta og formidla náttúrulutir, sum alment lýsa náttúruna. Tey seinnu árini er Jarðfrøðideildin vaksin nógv orsakað av oljurannsóknum. Talið á akademiskari arbeiðsmegi er í løtuni 7, harav 4 arbeiða á Jarðfrøðisavninum. Tey akademisku starvsfólkini samstarva við Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Læraraskúla. Í talvuni niðanfyri síggjast tær árligu játtanirnar til Føroya Náttúrugripasavn. |í tkr. |1989 |1992 |1995 |1998 |1999 | |Játtan* |4.957 |3.500 |3.451 |8.846 |9.108 | |Indeks |100 |71 |70 |178 |184 . Talva 7 Árligar játtanir til Náttúrugripasavni. Heimild: Árligu fíggjarlógirnar. * Í játtanini eru íroknaðar inntøkur, ið stovnurin hevur havt. Serliga er talan um inntøkur hjá Jarðfrøðisavninum í 1998 og 1999. Sí annars viðmerkingarnar á síðu 38 (Talva 4). Gransking. Djórasavnið hevur í fleiri ár granskað hval, serliga grindahval, og tekur lut í og samskipar partvís eina stóra altjóða verkætlan á hesum øki. Tey seinnu árini er ein stórur partur av arbeiðinum farin til at geva úrslitini út.[41] Ein verkætlan, ið fevnir um at seta fylgisveinasendara á 7 grindahvalir í eini grind, sum verður slept, bíðar eftir einum hóskandi høvi. Plantusavnið hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við flogsáðkanningum (pollenkanningum), samstundis við eini meira grundleggjandi kortlegging av tí terrestriska føroyska gróðrinum (floruni). Jarðfrøðisavnið hevur tey seinnu árini verið nógv ávirkað av oljurannsóknum. Nógv arbeiðsmegi verður nýtt til at tryggja tað dátutilfar, sum verður savnað í almennum og privatum kanningum. Jarðfrøðisavnið hevur tætt samstarv við GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) um fleiri verkætlanir, sum m.a. fevna um tulking av tí savnaða geofysiska tilfarinum. Jarðfrøðisavnið er við í eini stórari norðurlendskari granskingarverkætlan um menningina í landslagnum í seinglacial- og holocæntíð á landi og í strandatøttum havøkjum. Jarðfrøðisavnið tekur virknan lut í GEM-netverkinum, ið er eitt samstarv millum oljufeløg og føroyskar granskingarstovnar um havumhvørvi. 3 BIOFAR Royndarstøði. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Havlívfrøðiliga royndarstøðin í Kaldbak varð sett á stovn í 1988 í sambandi við norðurlendsku granskingarverkætlanina BIOFAR. Henda verkætlan er liðug og síðani 1995 hevur verið arbeitt við tveimum nýggjum verkætlanum. Á BIOFAR starvast ein leiðari, ið er settur á Náttúrugripasavninum og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt er ein akademikari í fullum starvi. Til royndarstøðina eru fleiri gestagranskarar knýttir, og fleiri lesandi frá útlendskum lærdum háskúlum gera sítt vísindaliga arbeiði á royndarstøðini og savna upplýsingar til seruppgávur og ph.d.-ritgerðir. Almannakunngering av arbeiðinum fer í høvuðsheitum fram í altjóða tíðarritum.[42] Royndarstøðin verður fíggjað við uml. helvtini á løgtingsins fíggjarlóg og restin verður fíggjað við fremmandari fígging. Gransking. Tann upprunaliga BIOFAR verkætlanin hevði sum endamál at kortleggja og rannsaka botnfaununa á djúpum økjum í føroyskum sjóøki. Eftir at henda verkætlan endaði, er ein partur av granskingini hildin fram í verkætlanini BIOFAR 2, sum eisini viðvíkur botndýraríkidøminum, men nærri landi (út til 100 m dýpi). Samstundis verður arbeitt við eini verkætlan, ið nevnist FARCOS, sum fevnir um at kortleggja tað føroyska strandaøkið, ið skal verða grundarlag undir framtíðar metingum av umhvørvisávirkan, m.a. í sambandi við møguliga oljuvinnu. Hesar báðar verkætlanir hava eins og upprunaliga BIOFAR tætt samarbeiði við granskarar í Norðurlondum og aðrastaðni. Ítøkiligt granskingarúrslit er, at uml. 2.000 higartil ókend dýra- og plantusløg í føroyskum sjóøki eru vorðin identifiserað. Serfrøðingar, ið kunnu flokka hesi sløg, boða so við og við royndarstøðini frá úrslitunum. 4 Fiskirannsóknarstova. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Fiskirannsóknarstovan varð upprunaliga sett á stovn í 1954 sum ein deild undir Danmarks Fiskeri og Havundersøgelser. Fyrstu árini var stovnurin bert opin í summarhálvuni, men síðani 1959 hevur stovnurin virkað alt árið. Í byrjanini býttu landsstýrið og danska stjórnin útreiðslurnar javnt sínámillum, men so hvørt sum tørvurin á føroyskum kanningum vaks, átók Landsstýrið sær meirútreiðslurnar, og í 1988, tá Fiskirannsóknarstovan varð yvirtikin, var føroyski parturin 90% av árligu játtanini. Til nýtslu í kanningararbeiðinum hevur stovnurin havt til taks fiskirannsóknarskip. Fyrstu árini Jens Christian Svabo og frá 1981 Magnus Heinason. Fuglakanningar liggja eisini undir stovninum. Í talvuni niðanfyri síggjast tær árligu játtanirnar til Fiskirannsóknarstovuna – FSR - (íroknað Fuglakanningarstøðina) og Magnus Heinason (MH). |í tkr. |1989 |1992 |1995 |1998 |1999 | |Játtan |6.941 |6.800 |6.956 |7.229 |7.479 | |(FRS) | | | | | | |Indeks |100 |98 |100 |104 |108 | |(FRS) | | | | | | |Játtan |9.500 |8.938 |6.200 |8.750* |8.750* | |(MH) | | | | | | |Indeks |100 |94 |65 |92 |92 | |(MH) | | | | | . Talva 8 Árligar játtanir til Fiskirannsóknarstovuna í ársins prísu. Heimild: Árligu fíggjarlógirnar. Sí annars viðmerkingarnar á síðu 38 (Talva 4). *Herav 2.500 tkr. til serligar íløgur. Endamálið hjá Fiskirannsóknarstovuni er at savna tilfar um livandi tilfeingi í føroyskum sjógvi og umhvørvi teirra og út frá hesum geva ráð í burðardyggari gagnnýtslu av sjóøkinum. Harumframt eisini at ráðgeva um burðardygga gagnnýtslu av livandi tilfeinginum á øðrum økjum, har føroyskir fiskimenn fiska og at savna inn tilfar til hetta endamál. Gransking. Við Magnusi Heinasyni verða á hvørjum ári gjørdar afturvendandi yvirlitskanningar og aðrar kanningar. Tær týdningarmestu yvirlitskanningar eru. 1. Yvirlitstrolingar á vári og heysti. Við hesum fæst vitan um støðuna í týdningarmestu botnfiskastovnunum undir Føroyum og broytingarnar frá einum ári til annað. 2. Ekkómetingar av svartkjafti og hydrografi. Hesar kanningar fara fram í mai, tá fiskurin eftir gýting er á veg norður í Norðurhøv at leita sær føði. 3. Yngulkanningarnar í juni-juli geva fyrstu ábendingarnar um, hvussu árligu gýtingarnar hava hilnast. Á hesum túrinum verða eisini gjørdar kanningar av æti og nøgdini av tøðevnum í sjónum. 4. Ekkómetingar av sild og svartkjafti í Norðurhøvum í mai saman við fiskirannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og ES geva nøgdina av somu stovnum í kanningarøkinum. 5. Nøgdin av kongafiski, blálongu og svartkalva verður mett á serligum yvirlitstrolingum. 6. Standardskurðir og hydrografi. Á fýra kanningum, ið eru býttar út um árið, verða hiti og saltnøgd niður gjøgnum sjógvin kannað á føstum standardskurðum. Eisini verða salt og hiti kannað á fleiri av hinum túrunum við MH. 7. Árliga framleiðslan av æti verður kannað á tveimum túrum. Fiskirannsóknarstovan savnar eisini inn ein hóp av tilfari frá avreiðingum av fiski í Føroyum. Endamálið við hesum er at lýsa broytingar í vekt, vøkstri og aldursbýti á avreidda fiskinum. Hetta saman við yvirlitstrolingunum og dagbókum frá fiskiskipum er høvuðsgrundarlagið undir árligu stovnsmetingunum. Fiskirannsóknarstovan er við í fleiri granskingarverkætlanum, bæði føroyskum og altjóða. M.a. kunnu nevnast. Føroyskar verkætlanir: 1. Saman við Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum verður vistskipanin hjá fiski á Føroya Banka kannað. 2. Undir játtanini til royndir innan fiskivinnu hevur Fiskirannsóknarstovan ábyrgdina av fleiri kanningum. M.a. kunnu nevnast a. Árinið av dregging eftir skel á botnin og dýralívið har. b. Rækjukanningar á Flemish Cap. c. Stovnsuppbýti av kongafiski. d. Kubatrolararnir hava fiskað á sama hátt undir sama reiðaríi øll árini, síðan fiskimarkið varð flutt út. Í hesum sambandi er ein kanning av, hvussu veiðan og veiðiøkini hjá teimum hava verið. e. Í verkætlanini “Tilgongd av fiski” verður kannað, hvussu livilíkindini eru hjá seiði og smáfiski, og hvussu hetta ávirkar yvirliving og vøkstur. f. Eisini eru fleiri praktiskar royndir í hesum sambandi, so sum royndir at dyrgja eftir makreli, royndir við at skilja óynskta hjáveiðu frá undir fisking við at nýta skiljiristir, skráseting av hjáveiðu, royndarfiskiskap á djúpum vatni o.s.fr. Norrønar verkætlanir: 3. Streymgongdin fram við Føroyum verður kannað við dopler streymmátarum. 4. Snellufiskiskapur verður kannaður við eygleiðingum við eini serligari sjónbandssnellu. 5. Atburður og ferðing hjá toski verður kannað við at merkja fisk. Stovnurin hevur seinnu árini eisini verið uppi í fleiri kanningum framman undan eini komandi oljuvinnu. Nevnast kunnu: 1. Teljingar av fugli til havs. 2. Skráseting av møguligum konfliktum millum fiskiskap og eina oljuvinnu til havs. 3. Skrásetingar og góðskumetingar av hydrografiskum dátum í økjum av áhuga fyri oljuvinnuna. 4. Útsetan og viðlíkahald av streymmátarum. 5 Heilsufrøðiliga Starvsstova. Bygnaður, uppgávur og tilfeingi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan varð sett á stovn í 1975. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur, sum frá er liðið, fingið latið upp í hendur eina røð av eftirlits- og umsitingarligum uppgávum, sum krevur mest sum alla arbeiðsorkuna á stovninum. Talið av akademiskum starvsfólkum er 14 (íroknað 5 verkætlanarsett), harav tey flestu ikki hava serligar granskingarskyldur. Í talvuni niðanfyri síggjast tær árligu játtanirnar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. So at siga øll gransking og menning er fíggjað við peningi uttanífrá (sí talvu 9). Hesin peningur kemur frá Nordisk Industrifond, Norðurlendska Ráðharraráðnum og Det Arktiske Miljøprogram undir Miljø- og Energiministeriet. Talva 9 Árligar játtanir til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í ársins prísu. Heimild: Árligu fíggjarlógirnar og roknskapir fyri HS. Viðmerkjast skal, at í 1998 og 1999 er játtanin til landsdjóralæknaembætið íroknað, umframt at í 1999 er ein serlig játtan upp á 1.250 tkr. í sambandi við ár 2.000 tillagingar. Uttan hesa upphædd er indeksið 184. *Játtan pr. 20. apríl 1999. Gransking. Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava verið og verða framdar ein røð av granskingarætlanum og kanningum, sum hava við starvsøkið hjá stovninum at gera. Endamálið hevur verið at menna vitanina og/ella at kanna møguliga vinnuliga gagnnýtslu. M.a. hevur verið kannað, um møguleiki er at nýta úrdráttir frá ymiskum hávasløgum, m.a. orsakað av innihaldi av ymiskum evnasambindingum. Verkætlanin verður framd í samstarvi við Institut for kemiteknik, DTU. Kannað verður eisini, hvussu er við innihaldinum av Listeria í sambandi við framleiðslu av royktum laksi og kalva og, hvussu hjáframleiðsla í fiskiídnaðinum kann gagnnýtast á besta hátt. Eitt annað granskingarøki er umhvørviseitur, serliga í havinum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan er við í ymiskum verkætlanum, og framdar eru fleiri mátingar av PCB- og tungmetalinnihaldi í fiski, hvali og fugli. 6 Heilsuvísind. Millum akademiskt útbúgvið starvsfólk eru læknar óivað ein stórur partur, men eingin stovnur er, sum hevur medisinska granskingarskyldu. Hetta og stóra arbeiðsbyrðan hjá læknum eru óivað høvuðsorsøkirnar til, at heilsuvísindalig gransking hevur verið og framvegis er knýtt at einstaklingum, fyrst av øllum læknum sum starvast á Landssjúkrahúsinum. Í Fróðskaparritum 1-40 eru nevndar 70 greinir, sum eru givnar út um læknafrøðilig og heilsufrøðilig evni og í Supplementa eru útgivnar 5 læknafrøðiligar doktararitgerðir.[43] Niðanfyri verða nøkur granskingarevni og verkætlanir lýst. Tað hevur leingi verið kunnugt, at einstøk fólk kunnu hava sera høga eksponering av methylkviksilvuri orsakað av havføði, serliga frá hvali. Kanningar av hesum vandamálum eru síðani víðkaðar til eisini at fevna um toxisk evnir í havumhvørvinum, serliga PCB. Arbeiðsmedisinska deildin hevur tikið lut í hesum kanningum í samstarvi við Miljømedicinsk Afdeling við Odense Universitet, umframt eitt sera víðfevnt altjóða netverk. Tær aktuellu kanningarnar leggja dent á neurotoxiska ávirkan av prænatalari ekspositión og týdningin av havdálkingini fyri menningina av børnum í Føroyum. Fíggingin av hesum kanningum er komin ymsa staðni frá, íroknað ES og USA[44]. Í 1996 hevur Det artiske Miljøprogram undir Miljø- og Energiministeriet játtað 2,7 mió. kr. til hesar kanningar. Onnur heilsuvísindalig gransking hevur serliga havt farsóttarfrøðilig eyðkenni. Ein nervaserfrøðingur (neurologur), knýttur at Landssjúkrahúsinum, hevur lýst neuroepidemiologisk eyðkenni og er í samstarvi við Neurologisk Afdeling við Odense Universitet í holt við innsavnan av dátum við tí fyri eyga at gera farsóttarfrøðiligar kanningar av einari røð av sjúkum[45]. Á Psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum eru framdar epidemiologiskar kanningar av sjálvmorði[46], alkoholismu og skisofreni. Farið er undir at gera arvaligar fólkakanningar í samstarvi við Institut fyri Psykiatrisk Grundforskning og Genetisk Institut við Aarhus Universitet. 7 Vinnurættað granskin. Hóast høvuðsvinna okkara er grundað á fiskiskap, er lítil og eingin gransking gjørd í hesi vinnugrein, fiskalívfrøðilig gransking og royndarfisking tó undantikin. Umframt uttanhýsis, vanliga norðurlendska, fígging hava flestu fiskivinnuligu granskingarætlanirnar verið grundaðar á játtanir frá Grunninum fyri Praktiskar Fiskiroyndir, sum í 1999 hevur eina játtan upp á 8 mió. kr. á løgtingsfíggjarlógini. Grunnurin er fyrst og fremst ætlaður til praktiskar royndir og hevur fíggjað heilt fáar verkætlanir, sum eru veruligar granskingarverkætlanir. Í 1980-árunum varð avgerð tikin um at seta á stovn eina útbúgving á bachelor-stigi í matvørutøkni, serliga við atliti at fiski, og eitt starv varð í hesum sambandi sett á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í sambandi við stóru skerjingarnar í játtanini til Fróðskaparsetur Føroya frá 1989 varð ætlanin slept. Í dag er eingin stovnur, sum hevur gransking í fiskivinnuevnum sum part av sínum lýsta arbeiðsøki, hvørki innan tað privata ella tað almenna. Havbúnaður hevur tey seinastu 20 árini ment seg sera nógv og stendur fyri einum stórum parti av samlaða útflutningsvirðinum. Á Fiskirannsóknarstovuni varð beinanvegin ein deild til kanning og gransking av hesari vinnu sett á stovn. Henda deild hevur ment seg til eitt sjálvstøðugt alment partafelag – pf. Fiskaaling – sum selur rogn, yngul, smolt o.a. til vinnuna og fæst við miðvíst aliarbeiði við laksi. Granskingin á Fiskaaling leggur seg serliga eftir at styrkja og víðka um alingina av fiski og skeljadjórum. Royndarstøðin er ein gamal stovnur, men er seinastu árini skerd nógv. Árligu játtanirnar eru lækkaðar úr góðum 7 mió. kr. í 1988 niður í 2 mió. kr. í 1996. Royndarstøðin er mannað við einum kanningarleiðara, og granskingar- og royndararbeiðið er sera nýtslukent. Tað er savnað um mjólkarframleiðslu, seyðarøkt og grønmetisframleiðslu (íroknað eplir). Fíggingin til raksturin kemur frá løgtingsfíggjarlógini, men Royndarstøðin hevur tey seinastu árini framt tríggjar granskingarverkætlanir, ið eru fíggjaðar av Vestnordensamarbejdet/Atlants- samarbejdet í samstarvi við Ísland og lutvíst Grønland. Skógrøkt landsins hevur ein vísindaliga útbúnan skógbúnaðarkandidat, sum ger royndir við nýtslumøguleikum av ymiskum træsløgum. 4 Gransking um Føroyar aðrastaðn. Sjógvurin kring Føroyar var áður ein partur av Dansk Fiskeri og Havundersøgelser, eins og undirgrundin var ein partur av Danmarks Geologiske Undersøgelser. Hesar kanningar fara nú fram í einum samskipaðum samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna og Náttúrugripasavnið, har GEUS eisini hevur hølir. Á lærda háskúlanum í Keypmannahavn er eitt lektarastarv í føroyskum, sum hevur ein týðandi leiklut í at breiða kunnleika um føroyska samfelagið og føroyska mentan í Danmark. Við Roskilde Universitetscenter er NORS – Nordatlantiske Regionalstudier, sum arbeiðir við verkætlanum í Norðuratlantshavinum, eisini Føroyum. Í sambandi við NORS eru skrivaðar fleiri høvuðsritgerðir við evnum úr Føroyum og eisini einstakar ph.d.-ritgerðir[47]. Í sambandi við NORS er skipað fyri vísindaligum ráðstevnum[48] um føroysk viðurskifti, sum hevur Norðuratlantshavið, íroknað Føroyar, sum sítt áhugaøki, og tað hevur eisini sett fleiri kanningar í gongd í sambandi við høvuðsritgerðir. Harafturat koma eisini einstakar ph.d.-verkætlanir. CNS – Center for Nordatlantiske Studier ved Aarhus Universitet arbeiðir eisini við Norðuratlantshavinum. Sentrið gav út tíðarritið North Atlantic Studies, har greinar eru um Føroyar og føroysk viðurskifti.[49] Selskabet til Udgivelse af færøske Kildeskrifter og Studier, ið hevur heimstað í Keypmannahavn, varð sett á stovn í 1943 og hevur til endamáls at almannakunngera bæði eldri verk viðvíkjandi føroyskum máli, bókmentum, søgu og fólkaminnum og nýggjari vísindaligar kanningar um hesi evnir. Selskabet hevur givið nógv høvuðsverk út.[50. Gransking um Føroyar og føroysk viðurskifti fer fram á ymiskum lærdum háskúlum í Norðurlondum og uttan fyri Norðurlond,[51] men vanliga stendur og fellur henda gransking við áhuganum hjá einstøkum persónum og teimum einstøku verkætlanunum.[52] Føroya Landsbókasavn hevur sum uppgávu at finna og útvega øll útgivin granskingarúrslit. Tað hevur eydnast Føroya Landsbókasavni at fáa til vegar væl av avritum av ikki almannakunngjørdum granskingarúrslitum. 5 Vísindalig sambon. Fleiri vanligar samstarvsavtalur eru millum Fróðskaparsetur Føroya og donsk universitet og einstakar við onnur norðurlendsk universitet. Føroyskir granskarar taka dúgliga lut á ársfundum, vísindaligum ráðstevnum og øðrum fakligum fundum, mest í Norðurlondum, men eisini í altjóða sambandi, t.d. ICES (International Council for the Exploration af the Sea) og IASS (International Association for Scandinavian Studies). Hóast hetta virksemi er avgjørt neyðugt, gera frástøðan og ferðslusambondini, at hesin háttur at fáa vísindaligt samskifti og umbýti er sera orkukrevjandi. Norðurlandahúsið hevur verið karmur um fleiri ráðstevnur, seminar og vísindaligar ráðstevnur innan mentanargransking, havfrøði (oceanografi), heilsuvísindi, fiskivinnugransking, fiskisamfeløg í framtíðini, smálandasamfeløg o.a. Lærararnir á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya samstarva við móðurmálsdeildirnar á hinum norðurlendsku universitetunum. NORDPLUS- skipanin er dúgliga nýtt í hesum sambandi. Landsskjalasavnið samstarvar í høvuðsheitum við donsk skjalasøvn sum Rigsarkivet, Landsarkivet og Erhvervsarkivet og hevur annars samband við onnur norðurlensk skjalasøvn. Á sama hátt hevur Fornminnissavnið – serliga fornfrøðiliga deildin – samstarv við Nationalmuseet í Danmark. Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya samstarvar við donsk universitet í søgu, serliga Aarhus Universitet, og í samfelagsfaki við Aalborg Universitet og Roskilde Universitet. Samstarv er við Grønlands Universitet um eina verkætlan. Harumframt er eitt tvíliðað (bilateralt) samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, har partarnir skiftast at skipa fyri ráðstevnum (”Frændafundum”), sum higartil hava verið um víð evnir innan hugvísindi. Á hesum ráðstevnum er málið føroyskt og íslendskt. Tríggjar ráðstevnur hava verið, ein í Reykjavík í 1992, ein í Tórshavn í 1995[53] og ein í Reykjavík í 1998. Fróðskaparsetur Føroya tekur lut í tveimum norðurlendskum verkætlanum um fiski- og veiðimentan og er virkið í North Atlantic Fishing History Association um eina norðuratlantiska fiskivinnusøgu. Á sama hátt sum tær hugvísindaligu hava tær náttúruvísindaligu deildirnar tætt samstarv, bæði í sambandi við gransking og ráðgeving og í sambandi við verkligt umhvørvisgóðskueftirlit. Vanliga er Heilsufrøðiliga Starvsstovan annar samstarvsparturin. Landsverkfrøðingurin samstarvar um geologiska ráðgeving við streymmátingum í føroyskum havøki. Í sambandi við eftirliti av ávirkan av geislavirkni, ið er aktuelt eftir Tjernobyl vanlukkuna, samstarvar Náttúruvísindadeildin við stovnar í Norðurlondum við líknandi uppgávum, t.d. Geislavarnir Ríkisins í Íslandi og Statens Strålskyddinstitutt í Svøríki. Náttúruvísindadeildin samstarvar við Institut for Energiteknik og Havforskningsinstituttet í Bergen. Plantusavnið á Náttúrugripasavninum hevur samband við botanisk netverk, serliga gjøgnum danskar plantufrøðingar. Djórasavnið á Náttúrugripasavninum hevur regluligt samband við Aarhus Naturhistorisk Museum og er annars við í alheims netverki við Japan, USA, Avstralia, Nýsæland, Spania, Frakland og Ongland viðvíkjandi hvalakanningum. Jarðfrøðisavnið á Náttúrugripasavninum hevur fyrst og fremst samstarvsavtalur við Geologiske Undersøgelser í Danmark, GEUS, við Geologisk Museum í Keypmannahavn, við Geologisk Institut og Geografisk Institut á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og í Aarhus, eisini við vísindalig umhvørvi í Skotlandi, Onglandi og Hollandi. Í sambandi við oljugransking er regluligt samband við altjóða oljufeløg. Fiskirannsóknarstovan hevur samband við aðrar norðurlendskar stovnar við somu uppgávum, serliga Havforskningsinstituttet í Bergen. Eins og hvalagranskingin á Náttúrugripasavninum er virksemi hjá BIOFAR altjóða. Nógvir gestagranskarar hava havt og hava framvegis samband við granskingar- verkætlanirnar, serliga norðurlendskir, men eisini granskarar úr Týsklandi, Onglandi og USA. Harumframt hevur BIOFAR nógv alheims sambond. BIOFAR hevur sostatt stór vísindalig netverk úteftir, sum verður røkt við verkskeiði (workshops), vísindaligum ráðstevnum og við at gestagranskarar koma til Føroyar. Í heilsuverkinum er tað bert deildin fyri arbeiðsmedisin, sum er við í formligari gransking av umhvørviseitri og tí er við í fakligum netverki av altjóða slagi. Í løtuni snýr tað seg um tætt samstarv við lærdu háskúlarnar í Odense, Tróndheimi, Umeå, Düsseldorf, Groningen, Siena, Boston og Tokyo. Í føroyskum havøki fer stórt altjóða granskingarvirksemi fram, sum Fiskirannsóknarstovan tekur lut í. Tann Norðurlendska Umhvørvisgranskingarverkætlanin 1993-1997 og tey norðurlensku granskingarráðini hava veitt nógva fígging til Nordic WOCE-verkætlanina, har ein stórur partur av arbeiðinum fer fram á Fiskirannsóknarstovuni. Eitt framhald og víðkan av hesari verkætlan við meira altjóða luttøku (VEINS) er nýliga fíggjað gjøgnum granskingarætlanina hjá ES. 6 Serlig granskingarøk. Tey seinastu næstan 25 árini eru fimm álit skrivað, sum nema við ella beinleiðis snúgva seg um føroyska gransking. Í 1970- og 80-árunum verður granskingin sjálv neyvan umrødd. Hon býr kortini sum ein undirskild fyritreyt undir teimum tilmælunum um útbúgvingar og nám, sum vórðu skotin upp. Tað tykist ikki at hava borið til at tala fyri gransking uttan at vísa á ítøkilig úrslit; hon skuldi vera til beinleiðis nyttu. Í 1990-árunum tykist tað so smátt at bera til at tosa um gransking, eisini grundgransking. Elsta álitið, ”Tilmæli um hægri útbúgving við Fróðskaparsetur Føroya” (1975), snýr seg bara um undirvísingarsíðuna í virkseminum hjá setrinum og var upprunin til eina nýggja deild á setrinum. Árini 1976-80 arbeiddi Magnus Danielsen við eini tilráðing um at seta fleiri tøkniútbúgvingar í verk á Fróðskaparsetrinum. ”Álit um Fróðskaparsetur Føroya” (1986) leggur somuleiðis dent á at menna undirvísingina á universitetsstigi. Hetta álitið førdi til, at setrið gjørdist universitet, sum hevur til endamáls at granska, veita hægri undirvísing og kunna um granskingarúrslit og háttløg. Forskning på Færøerne (1996) førdi til, at 35 mil. kr. eru játtaðar á donsku fíggjarlógini tey næstu 3 árini til gransking í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum. Forskningspolitik og - strategi for Færøerne og Grønland. Forskningssamarbejde i Vestnorden I-II (1997) førdi til, at Norðurlandaráðið tey næstu 5 árini játtar 30 mió. kr. og hevur stovnað eina miðstøð fyri arktiska gransking við skrivstovu í Finnlandi. 1 ”Tilmæli um hægri útbúgving við Fróðskaparsetur Føroya”, 197. Tilmæli er úrslit av einum umfatandi kanningar- og ráðleggingararbeiði í tíðarskeiðinum juli 1974 – november 1975 hjá 11 nevndum, sum hvør hevur lýst og gjørt ætlanir fyri eina útbúgving. Arbeiðssetningurin hjá nevndunum var at kanna 1) tørvin á hægri lestri í Føroyum, tá ið hugsað verður um framtíðar arbeiði í føroyska samfelagnum, 2) vánirnar at fáa rikið tílíkan lestur her heima. Tilmælið raðfestir útbúgvingartørvin í tríggjar bólkar: 1) Í fyrsta lagi verður mælt til at seta fýra nám á stovn á setrinum beinanvegin, t.e. í 1976: fiskiídnað, teld, fyrisiting og gudfrøði. 2) Í øðrum lagi verður mælt til framvegis at kanna: samstarvsmøguleikarnar um læraraútbúgving, líkindi fyri at undirvísa í læknafrøði, ravmagnstøkni og fyri bókasavnsútbúgving á setrinum. 3) Í triðja lagi verður fyri fyrst mælt til at útseta: framhald av sjúkrasystraútbúgvingini, útbúgving í blaðmanna-, útvarps- og sjónvarpsvirki og landbúnaðarútbúgving í samstarvi við setrið. Landsstýrið søkti um játtan til at stovna tvær nýggjar deildir á setrinum: Eina fyri fyrisiting og eina fyri gudfrøði. Einasta námið, sum gjørdist veruleiki, var gudfrøðilesturin, og tað hendi, hóast fíggjarnevndin mælti til bara at stovna fyrisitingardeildina. Hetta álitið umfatar ongar hugsanir um granskingarvirksemi. 2 Tilráðing viðvíkjandi hægri tøkniútbúgving í Føroyum, 197. Magnus Danielsen gjørdi í 1976 av sínum eintingum eina fullfíggjaða og nágreiniliga lestrarætlan fyri eitt ravmagnstøkniligt nám. Hann varð síðani biðin um at arbeiða meira við málinum og í 1978 varð ein ”Tilráðing viðvíkjandi hægri tøkniútbúgving í Føroyum” løgd fram. Tilráðingin staðfestir, at tørvurin á verkfrøðingum í Føroyum er nóg stórur, til at tað er skilagott at skipa fyri 3-áranámum í ravmagns-, maskin- og byggiverkfrøði. Ongar verkfrøðiútbúgvingar vórðu tó skipaðar á hesum sinni. 3 ”Bláa álitið” - Álit um Fróðskaparsetur Føroya, 198. Endamálið við hesum áliti var at skipa Fróðskaparsetrið sum eitt universitet og á tann hátt skapa ein karm, sum loyvdi vøkstri í gransking og hægri lestri í Føroyum. Samstundis metti nevndin, at tað var neyðugt, at ávís nám vórðu sett á stovn beinanvegin. Mælt varð til at skipa nýggjar grundútbúgvingar og framhaldslestrar aftur at teimum, sum vóru – tey vóru náttúruvísindaligu støðisútbúgvingarnar og norðurlendskt, serliga føroyskt mál og føroyskar bókmentir. Tey nýggju námini skuldu vera søga og siðsøga og samfelagsvísindalig grundútbúgving. Í náttúruvísindum skuldi skipast fyri B.S.-námum í matvøruverkfrøði, lívfrøði, alis- og jarðalisfrøði, teldufrøði og hagfrøði. Ætlanin var eisini at skipa eitt nám í verkfrøði. Viðvíkjandi gransking tekur álitið hugvísindini fram, tí tey ”skulu granska og bera heilt sjálvstøðuga mentan”. Bæði hugvísindi, samfelagsvísindi og náttúruvísindi hava ”stóran og ofta ósæddan, búskaparligan týdning fyri samfelagið” (bls. 5). Álitið ber íløgurnar í gransking í Føroyum saman við somu íløgur í øðrum londum: ”Ísland og Danmark nýta millum 0,6 og 0,8% av bruttotjóðarinntøkuni til granskingar- og lærustovnar, ið beinleiðis eru at sammeta við setrið. Umroknað til føroysk viðurskifti samsvarar hetta við eina ársjáttan um 30-40 milliónir”. Ársjáttanin til setrið var tá ikki meiri enn 8 mió. kr. Fleiri av teimum nýggju námunum vórðu skipað, men summi, t.d. matvøruverkfrøði, vórðu orsakað av kreppuni løgd niður aftur, áðrenn nakar fór undir lesturin. Lagt kann verða afturat, at lesturin í søgu og siðsøgu kom í gongd og hevur verið síðani, somuleiðis fleiri av BS-námunum. Framhaldslesturin, høvuðsgreinarnámið í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, byrjaði árið eftir at ”bláa álitið” var skrivað og hevur verið endurtikið við jøvnum millumbili. Samfelagsvísindaliga grundnámið kom ongantíð, men stílað var fyri tveimum ársnámum: 1) samfelagsfrøði og 2) búskapi, handli og máli lestrarárini 1993-94 og 1994-95. 4 Gransking í Føroyum. Frágreiðingin Forskning på Færøerne er úrslit av, at landsstýrismaðurin í granskingarmálum, Eilif Samuelsen, vendi sær til danska starvsfelaga sín, Frank Jensen, granskingarmálaráðharra, við eini ætlan um at fíggja gransking í Føroyum á sama hátt sum polargranskingina. Granskingarmálaráðharrin sendi spurningin til donsku granskingarstovnarnar Statens Forskningsråd, Kommissionen for Videnskabelige Undersøgelser i Grønland og Dansk Polarcenter, sum tóku undir við ætlanini. Síðani varð ein kanningarnevnd skipað við umboðum fyri føroyska gransking og hesar donsku granskingarstovnarnar. Setningurin hjá nevndini var at meta um tørvin á og møguleikarnar fyri samfelagsligum og vísindaligum granskingartiltøkum, sum lýsa føroyska náttúru, sjóøki, umhvørvisviðurskifti, mentan, vinnumøguleikar og heilsuviðurskifti. Harafturat skuldi álitið lýsa ymiskar mátar at skipa tiltakið, t.e. hvørji ráð takast skuldi til, granskaraútbúgving, leikluturin hjá føroyskum granskarum í tiltakinum og í leiðsluni av granskingartiltøkunum. Áhugaverd er ein talva (bls. 13)[55] sum í høvuðsheitum vísir, hvussu føroysk gransking er skift millum ymisk øki og hvussu tey eru fíggjað. Eftir henni fóru til samans 17-22 mil. kr. á løgtingsfíggjarlógini til føroyska gransking í 1996 (tá er undirvísingin sílað frá á granskingar- og undirvísingarstovnunum). Niðurstøðan í álitinum er í stuttum tann, at gransking í føroyska samfelagnum, sum frá danskari síðu er verd at gera íløgur í, samsvarar fyri ein stóran part við granskingarøki, har Føroyar umboða ein serligan granskingarmøguleika við altjóða gildi (bls. 3). Nevndin raðfestir tvey øki: 1) Náttúra og náttúrutilfeingi. 2) Umhvørvi og heilsuviðurskifti. Hesi bæði evni eru tikin av einum lista við seks granskingarøkjum: 1) Norðbúgvamentan og bygdasamfeløg í broyting. 2) Pinkutjóð og sjálvstýri í menning. 3) Havstreymar og veðurlag. 4) Náttúra og náttúrutilfeingi. 5) Náttúrutilfeingi og ídnaður. 6) Umhvørvisviðurskifti og heilsa. Tað eru við øðrum orðum evni 4) og 6), sum nevndin tekur fram um hini evnini. Frágreiðingin leggur fyri við at lýsa gransking í Føroyum, stovn fyri stovn og deild fyri deild. Hugvísindaliga granskingin verður lýst, men hon kemur bara upp á tal í tilráðingini/raðfestingunum, har tað stendur, at samfelagsfrøði og hugvísindi eiga at ganga inn í granskingartiltøkini sum tvørfakligir partar, har hetta hevur týdning (bls. 54). 5 Granskingarpolitikkur og –framferðarháttur fyri Føroyar og Grønland[56. Frágreiðingin fevnir um tveir bóklingar. Bd. I (sum er í A4-stødd) gevur eitt søguligt yvirlit yvir gransking í Føroyum og Grønlandi og bd. II (sum er í A5-stødd) ger granskingarstøðuna upp í Føroyum og Grønlandi. Her verða bert partarnir um føroyska gransking umrøddir. Søguliga yvirlitið í bd. I minnir fyri ein stóran part um frágreiðingina í danska álitinum Forskning på Færøerne, nevnda talvan er eisini endurprentað (bls. 51). Somuleiðis nevnir norðurlendska frágreiðingin tey somu seks granskingarøkini, sum eru skipað í tær somu tvær raðfestingarnar sum í danska álitinum. Men Forskning på Færøerne II ger eina roynd at fáa onnur granskingarøki fram. Frágreiðingin vísir á, at føroysk gransking fyrst av øllum kann fáa fram úrslit um føroyska mentan og náttúru. Eftir tær báðar raðfestingarnar og tey seks granskingarøkini í danska álitinum setur frágreiðingin í grundini eina aðra raðfesting fram, sum leggur dent á søgu-/siðsøgulig og samfelagslig granskingarevni. Í fyrsta lagi hesi søgu- og siðsøguligu evnini: 1) Norðbúgvamentan 2) Siðvenja og broyting í bygdasamfeløgum 3) Mentanarligur og tjóðskaparligur samleiki. Síðani samfelagsligu evnini: 1) Fiskur og samfelagsbroytingar 2) Útjaðari og nútímansgerð 3) Heimastýri 4) Tilfeingisbundin búskapur og blokkur 5) Fiskivinnuvend samfelagsgransking, sum umfatar gransking í sambandi við oljuleiting o.tíl. Vinnuviðurskifti eru við í summum av granskingarevnunum, serliga teimum samfelagsligu, men beinleiðis vinnugransking, t.e. nýggja gransking, er ikki talan um. Gransking í føroyskum máli og bókmentum er ikki umrødd í óbeinleiðis raðfestingini hjá frágreiðingini Forskningspolitik og –strategi for Færøerne og Grønland II. 7 Niðurstøð. Niðurstøðurnar taka støði í tí, sum er nevnt omanfyri saman við tí, sum er nevnt í fylgiskjølunum til hesa frágreiðing (bind II). Eisini taka tær støðu í tí vitan og kunnleika, sum nevndin hevur fingið við at vitja skúlar, stovnar og fyritøkur í sambandi við nevndararbeiðið. 1 Fólkaskúli. Fólkaskúlin fekk í 1962 nýggja lóg við m.a. serstakari undirvísingarleiðbeining við fyrstu lesiætlanunum, sum fyrstu ferð vórðu gjørdar til tann føroyska fólkaskúlan og við støði í føroyskum viðurskiftum. Sama ár varð nýggj lóg um læraraútbúgving sett í gildi í Føroyum. Í 1979 loysti løgtingslógin um skúlafyrisiting lógina frá 1854 um eftirlitið við fólkaskúlanum í Føroyum (Færøernes Skoledirektion) av. Seinni í 1979 varð nýggj lóg um fólkaskúlan samtykt. Við hesum karmum vórðu betri umstøður fingnar til vegar at skipa fólkaskúlan eftir føroyskum viðurskiftum. Broytingar og tillagingar vórðu stigvíst framdar, men í 1998 kom nýggj lóg um fólkaskúlan í gildi. Hóast fólkaskúlin fekk føroyskt lógargrundarlag og føroyska fyrisiting í sínari heild í 1979, hevur fólkaskúlin ikki broytt seg so nógv frá tí danska fólkaskúlanum, sjálvt um hann – í størri mun enn áður – hevur tikið støði í føroyska samfelagnum. Hetta eru óivað fleiri orsøkir til, m.a. tann siðvenja, sum hevur verið at fylgt donskum reglum við tilknýti til danskar myndugleikar. Ein onnur orsøk hevur uttan iva verið, at tilfeingisgrundarlagið, sum skúlafyrisitingin hevur fingið í sín lut, ikki hevur rokkið longur. Annars eru fólkaskúlaskipanirnar at kalla eins í øllum Norðurlondum. Hetta vil – alt annars eins – gera sítt til, at hildið verður fast um eina skipan fram um at fremja víðgongdar broytingar. Hóast vit hava valt at broyta innihaldið í føroyska fólkaskúlanum, tá ið ein tíð er fráliðin, og eftir at danir hava framt teirra, hava vit ongantíð tikið stig til – í nóg stóran mun – at framt samsvarandi broytingar í umstøðunum at reka fólkaskúlan. Her skulu serliga nevnast umstøðurnar hjá skúlaleiðslunum at fremja teirra arbeiði, broyttar arbeiðsumstøður og arbeiðsviðurskiftini hjá føroyska fólkaskúlalæraranum og óhepna ábyrgdarbýti millum land og kommunu. 2 Miðnámsútbúgvingarna. Sjálvt um miðnámsútbúgvingarnar hava fingið føroyskan lógarkarm, líkjast tær framvegis teimum samsvarandi donsku ómetaliga nógv. Hetta hevur sínar fyrimunir, m.a. tað at økið er vítt og nógv er at hava í huganum alla tíðina. Tá er lættari at fylgja við, hvørjar tillagingar og broytingar aðrir gera fyri síðani at taka støðu til, hvat ein sjálvur velur at fremja av tí. Verður hugsað um tær gymnasialu útbúgvingarnar, hava vit ikki færri enn 5 (student, HF, HH, HT og HIF), meðan danir hava 4 (student, HF, HH og HT). Havast má í huga, at tær 4, sum eru felags og sum taka støði í einum øðrum landi enn okkara, eru ætlaðar einum samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara. Í Danmark er lítil og eingin formlig samskipan millum útbúgvingarnar. Sjálvt útbúgvingar, sum fara fram á sama skúla (student og HF), hava ikki stórvegis samskipan. Hesa skipan hava vit eisini valt at nýta í Føroyum. Verður hugt eftir yrkisútbúgvingunum, kann tað hava sín fyrimun at hava eina skipan, sum er eins og tann í t.d. Danmark. Tað eru nógv fak innan yrkisútbúgving, serliga á tí tekniska økinum. Í Danmark eru uml. 80 ymisk yrki, meðan tað í Føroyum eru fólk, sum eru avlærd innan 53 ymisk yrki seinastu 20 árini. Serliga tey seinnu árini eru fleiri yrki komin afturat, sum lært verður upp í í Føroyum. Tá ið so nógv yrki eru, kann tað verða eitt sindur trupult at fylgja við, serliga innan tey yrki, sum eru smá, av tí at tøknifrøðiliga menningin er so stór. Í smáum samfeløgum verður hildið, at skilagott er við upplæring innan ymisk fakøki, sum vit kenna tað í dag, av tí at tað er við til at tryggja, at upplæring fer fram innan tey øki, sum eru í samfelagnum, samstundis sum tilgongdin í stóran mun tekur støði í tørvinum í yrkinum. Hetta er eisini við til at gera vinnuna liðiligari, samstundis sum henni verður tryggjaður ein rímiligur førleiki. Hetta forðar tó ikki fyri, at hugt verður at okkara vinnubygnaði, eisini hvussu smá samfeløg hava loyst teirra viðurskifti á hesum øki. Hetta kundi kanska gjørt, at vit fingu onkur yrki, sum høvdu breiðari yrkissamanseting, ið kanska hóskaði betur til okkara samfelag. Í Danmark eru tey seinnu árini framdar fleiri samanleggingar av teknisku skúlunum og samanlegging av handilsskúlum og tekniskum skúlum. Hetta verður m.a. gjørt fyri fáa samstarvsfyrimunir (synergiavleiðingar), tó uttan at útbúgvingarnar á skúlunum verða við skerdan lut, kanska heldur øvugt. Samstarvsfyrimunir kunnu vera á økjum sum: dygdarmenning, betri nýtslu av fíggjarliga tilfeinginum (meira útbúgving við hægri dygd fyri minni pening), starvsfólkaøkinum, marknaðarførslu, búskapar- og fyrisitingarøkinum, bókasavn, kunningartøkni, lestrarvegleiðing o.s.fr. Í Føroyum er óivað ein menningarmøguleiki á hesum øki, ikki bert fyri nevndu skúlar, men eisini fyri aðrar. Samanleggingar eru ikki nøkur treyt fyri at røkka hesar samstarvsfyrimunir, men langt kann eisini komast við samstarvi á hesum økjum, soleiðis at meira fæst burturúr fyri allar partar og kanska eisini fyri minni. Umframt broytingum, sum framdar eru í fólkaskúlanum, hevur serliga verið hugt at tí partinum, sum hevur við innihaldið í útbúgvingunum at gera, men í ov lítlan mun hevur verið lagt upp fyri at fáa karmarnar um innihaldið við, tá ið broytingar eru framdar. Eitt nú eftirútbúgving og umstøðurnar hjá leiðslunum. 3 Aðrar og hægri útbúgvinga. Fleiri av hesum útbúgvingum hava røtur í seinastu øld, t.d. læraraútbúgvingin frá 1872 og sjóvinnuútbúgvingarnar. Hesar útbúgvingar eru sprotnar úr einum samfelagsligum tørvi innan serligar vinnugreinir. Eyðkent fyri fleiri av hesum útbúgvingum er, at tað krevst ein løggilding (autorisatión) fyri at virka. Løggildingin tekur støði í ásetingum, sum vit vanliga ikki hava ávirkan á. Hetta setir strong krøv til innihaldið í útbúgvingunum, so møguleikar fyri at gera serligar føroyskar fyriskipanir á økinum eru oftani avmarkaðar. Læraraútbúgvingin leiðir fyrst og fremst fram ímóti, at lærarin skal virka í tí føroyska fólkaskúlanum. Hetta gevur høvi til at laga útbúgvingina til okkara viðurskifti, men bindur samstundis eisini læraraútbúgvingina til at verða framda eftir teimum ásetingum, ið tann til eina og hvørja tíð galdandi fólkaskúlalóg hevur. Tí er neyðugt, at innihaldið í læraraútbúgvingini er samsvarandi endamál og ætlanir við regluverkinum fyri fólkaskúlan. 4 Granskingartilfeing. Teir persónar, sum hava útint gransking í Føroyum, hava fyrr gjørt hetta í sambandi við arbeiði sítt soleiðis, at tað í ein ávísan mun hava verið teirra áhugamál, ið hava gjørt av, hvat granskað hevur verið í. Tað fíggjarliga tilfeingið hevur verið avmarkað. Hetta er við tíðini broytt soleiðis, at granskingin er vorðin meira skipað. Í dag tekur ein størri helmingur av einum árgangi eina gynmasiala miðnámsútbúgving. Nógv av hesum fara at lesa víðari fyri at fáa sær eina akademiska útbúgving. Tá ið útbúgvingin er lokin, eru fá størv í Føroyum innan gransking leys at søkja. Støðan er batnað nakað eftir kreppuárini í fyrru helvt av nítiárunum, men enn er langt á mál fyri at fáa eitt veruligt granskingarumhvørvi. Sum er, er persónstilfeingi til postgradualar útbúgvingar (t.d. ph.d.) til staðar í nóg stóran mun, meðan tað fíggjarliga tilfeingið vantar. Skulu vit fáa veruliga gransking í Føroyum og harvið varðveita støðuna sum eitt framkomið samfelag, er tað neyðugt, at tann fíggjarligi parturin kemur inn í granskingina í nógv størri mun enn higartil, serliga frá almennari síðu, fyri at tryggja eitt ávíst støði og vav í grundgranskingini. 5 Granskin. Gransking í Føroyum av føroyingum byrjaði ikki fyrr enn eftir 1948. Verulig gongd kom ikki á fyrr enn í 1970-árunum í sambandi við, at virksemið varð víðkað á Fróðskaparsetri Føroya. Men tær stóru ætlanirnar, sum vóru frammi í 1980-árunum, sóu ikki dagsins ljós orsakað av teimum sparingum, sum vórðu framdar seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. Granskingin hevur annars verið knýtt at persónum, sum hava sitið í ávísum lyklastørvum í hesum sambandi. So við og við hava granskingarverkætlanir vundið meira upp á seg. Fleiri stovnar hava megnað at fingið til vegar fitt av slíkum játtanum, serliga uttanlands. Hetta er ein granskingarháttur, sum verður nýttur alsamt meira og meira. Á henda hátt kann tað verða lættari at fáa til vegar fígging til granskingina, tí granskari og stuðlari hava eyðsýnd felags áhugamál. Hetta er serliga innan endamálsgransking (sí kap. 3.4 á síðu 70). Neyðugt er eisini at tryggja grundgranskingina, og hetta verður vanliga gjørt við játtan á fíggjarlógini til teir stovnar, sum útinna hesa gransking. Tey granskingarøki, sum hava verið tikin fram og raðfest í teimum álitum, sum eru skrivað um føroyska gransking í 1990-unum, eru fyrst av øllum náttúruvísindalig, í øðrum lagi heilsu- og samfelagsvísindi. Gransking í máli, bókmentum og søgu standa uttan fyri raðfestingarlistarnar. Vinnugransking er als ikki nevnd. Frágreiðingin ”Forskning på Færøerne” (1996) var ein liður í ætlanini at fáa pening frá danskari síðu til granskingina í Føroyum. Tær raðfestingar, sum komu fram í hesi frágreiðing, hava ikki í nóg stóran mun støði í føroyskum granskingaráhugamálum, men í áhugamálum hjá øðrum. Henda frágreiðingin førdi til, at peningur varð settur av á donsku fíggjarlógini. Tað er sjálvandi gott at fáa pening til gransking í Føroyum uttanífrá, men tað er eisini týdningarmikið, at tann gransking, sum fer fram í Føroyum, hevur støði í føroyskum fyritreytum. Granskingin er ment nakað aftur tey seinastu árini, men henni eigur at verða givið størri gætur í samfelagnum sum heild, serliga fíggarliga. Fyri at fáa sum mest burtur úr granskingini hevði verið skilagott at savnað granskingina í størri eindir, soleiðis at eitt veruligt granskingarumhvørvi kundi komið at virkað, umframt at tey, sum útinna granskingina, kunnu fáa stundir og umstøður til tess. Slík savning skuldi kunnað ført við sær, at granskingin gjørdist sjónligari og tí kundi verið samfelagnum at betri gagni. Nógvir føroyingar hava áhuga fyri og førleika at granska. Fleiri eru uttanlands í granskingarstørvum. Neyðugt er at fáa skapt eitt áhugavert granskingarumhvørvi í Føroyum, soleiðis at vit í størst møguligan mun kunnu fáa lut í tí gransking, sum natúrliga kann fremjast í Føroyum. 6 Samanumtiki. Í eini meting av føroyskum útbúgvingar- og granskingarpolitikki slepst ikki undan at nevna kreppuna í fyrru helvt av nítiárunum. Flest allir skúlar/stovnar vóru fyri stórum fíggjarligum skerjingum, samstundis sum roynt varð at varðveita so nógv at virkseminum sum gjørligt. Stutt áðrenn skerjingarnar vórðu framdar, høvdu fleiri skúlar/stovnar ætlanir um økt og nýtt virksemi. Hesar ætlanir vórðu goymdar burtur, tá ið niðurkølingin av búskapinum fór fram. Nú o.u. 8 ár seinni er búskapurin tiðnaður nakað, men flest allir skúlar/stovnar hava einki merkt til tað. Nógv virksemi hevur ligið á láni, og menningin rundan um okkum hevur hildið fram óheft av okkara lækkaða menningarstigi. Hetta hevur ført við sær, at okkara skúlar og stovnar eru afturúrsigldir í mun til samsvarandi skúlar og stovnar í londunum kring okkum. Fyri at bøta um støðuna er neyðugt at fáa gongd aftur á menningarvirksemið. Fyri at tað skal gagna, er umráðandi, at raðfest verður á slíkan hátt, at so nógvir skúlar og stovnar kunnu koma upp á eitt ávíst hægri stig skjótast gjørligt, samstundis sum góð útlit eru fyri, at samstarvsfyrimunirnir (synergiavleiðingar) verða størst møguligir. Í størri londum er oftani drúgt at seta ymiskar verkætlanir í verk, tí at langt kann vera frá politiska myndugleikanum hagar ætlanirnar skulu fremjast og øvugt, sjálvt um tilfeingi er til staðar í rímiligt mát. Henda trupulleika hava vit ikki í sama mun. Eru vit samd um eina ætlan og fortreytirnar eru til staðar, er tað vanliga skjótt at fremja slíkar ætlanir í Føroyum. Útbúgving, gransking og vinnulív. 1 Inngangu. Eitt og hvørt samfelag eigur at grunda síni samfelagsligu val á ta bestu vitanina. Tey, sum ikki gera tað, tapa í altjóða kappingini. Í politiska lívinum og almenna orðaskiftinum má semja vera um eitt grundarlag av fakliga grundaðari vitan. Lýsingar av avleiðingunum av ymsum valum hava serliga stóran týdning. Leikluturin hjá tí almenna er m.a. at skapa karmar fyri tvørfakligum samstarvi millum myndugleikan, sum varðar av vinnu, og myndugleikan, sum varðar av útbúgving og gransking. Útbúgvingar- og vinnupolitikkur verða at ganga saman um eitt ella fleiri raðfest øki. Tað, sum verður ført fram í hesum kapitli, er grundað á tilfar, sum nevndin sjálv hevur fingið til vegar. Bert í summum førum vóru viðgerðir og lýsingar til frammanundan, sum bygt er á. Vit vita, hvørjar undirvísingarskipanir standa børnum og ungum frá 7 til 19 ára aldur í boði. Vit vita, hvat føroyingar lesa. Vit vita, hvørji tilboð vit hava um hægri undirvísing, og vit kunnu greiða frá, hvussu gransking okkara er skipað í høvuðsdrøgum og hvussu hon er farin fram til dagin í dag. Í skúlaverkinum hava ymiskar royndarskipanir verið framdar bæði í fólkaskúlanum og í skúlunum fyri tey 16-19 ára gomlu, men tað sæst ikki, hvussu royndirnar hava ávirkað t.d. nýggju fólkaskúlalógina og miðnámsútbúgvingarnar. Vinnulívið hevur við ymisk høvi sagt frá síni hugsan um samband millum undirvísing, gransking og vinnulív. Í seinastuni hevur Vinnumálastýrið – partvíst í samstarvi við vinnulívsumboð – eisini sett orð á hesar spurningar.[57. Eins og í øllum londunum rundan um okkum fer eisini í Føroyum fram eitt orðaskifti um, hvussu vit skulu laga undirvísing og gransking til at møta øllum teimum nógvu avbjóðingunum, sum eru í einum heimi í støðugari broyting. Alla staðni standa hesir spurningar ovarliga á dagsskrá. Nógv kann lærast av at líta at teimum spurningum, sum verða reistir aðrastaðni. Hinvegin er tað sjáldsamt, at svarini til hesar spurningarnar, sum tey eru komin til í øðrum londum, hjálpa okkum nakað serligt, tí umstøðurnar eru so ymiskar í londunum. Tað veldst m.a. um, um tað eru nógv smá ella mest stór virki í einum landi. Um nógvur gamal ídnaður er. Um talan er um vinnulív bygt á náttúrutilfeingi. Um privata vinnulívið klárar at átaka sær størri granskingaruppgávur. Nógv annað kundi verið nevnt. Hjá okkum í Føroyum er ringt at finna fullgóðar loysnir aðrastaðni at herma eftir, tí her eru mest smáar vinnulívsfyritøkur og vinnulív, sum dúvar upp á náttúrutilfeingi og ídnaður avleiddur av tí. Undirvísingarskipanin er merkt av, at vit eru partur av øðrum landi og bert heilt stutta tíð hava havt ábyrgdina sjálv. Granskingin hevur enn ikki fingið fastan bygnað. Kortini mugu vit vera før fyri at svara somu spurningum sum grannalondini, men út frá okkara serligu fyritreytum. 2 Krav um virkisfør. Í Føroyum fer altíð at vera neyðugt, at nyttan av almennu íløgunum og rakstrinum eru optimal. Hetta kemst av, at vandi altíð er fyri, at almenna umsitingin verður lutfalsliga dýr, av tí at landið er lítið. Búskaparfrøðingar seta vanliga krøv um virkisføri. Ein króna nýtt hjá tí almenna skal nýtast soleiðis, at ikki meira nytta fæst av henni aðrastaðni. Ein norsk frágreiðing um virkisføri í almennum virksemi[58] krevur hetta av virkisførinum. □ Kostnaðarvirkisføri: Almennar tænastur skulu vera so bíligar sum gjørligt □ Úrslitsvirkisføri: Yvirskipað politisk endamál verða rokkin ódýrari við at býta virksemið millum ymisk øki øðrvísi □ Nyttu/kostnaðarvirkisføri: Peningurin verður nýttur soleiðis, at hann kastar sum mest av sær til samfelagi. Kanningin, sum sipað verður til omanfyri, umfatar alt alment virki í Noregi. Hon kemur til tað úrslit, at ábøtur á kostnaðarvirkisføri kunnu økja virkisføri 20%. Stóru møguleikarnir liggja í teimum báðum seinastu hugtøkunum: úrslits- og nyttu/kostnaðarbatum. Hetta merkir, at minst er at vinna við at díkja á starvsfólkið. Stóri vinningurin liggur í at broyta skipanir og at nýta peningin, har hann ger størsta nyttu, t.e. raðfesting. Henda norska frágreiðingin vísir tó á, at í skúlaverkinum hava avgerðir um floksstødd, læraratímatal og undirvísingartíð o.tíl. stóra ávirkan á kostnaðarvirksiføri. Í hægri útbúgvingunum hevur tíðin, sum verður nýtt at koma gjøgnum útbúgvingarskipanina, størstu ávirkan á virkisføri. Tað ber kanska til samanfatandi at siga, at í undirvísingarverkinum eru bestu útlit fyri at bøta um búskaparliga virkisføri við at tryggja, at fólk ikki eru longur í undirvísingarskipanini enn neyðugt. 3 Sambandið millum bókligar og vinnuligar útbúgvinga. Søguliga hevur eitt mark verið millum bókligar og handaligar útbúgvingar. Studentsprógv sum eyðkennisdømi fyri hina bókligu og meistaralæran sum eyðkennisdømi fyri hina handaligu útbúgvingina. Frálærugransking bendir á, at tað er ikki rætt at kroysta øll gjøgnum eina útbúgving við høvuðsdenti á tað bókliga. Fyri menningina hjá tí einstaka kann tann handaliga leiðin vera ein fyrimunur, men sum hon er skipað í dag, gevur hon færri valmøguleikar enn tær bókligu. Tey seinnu árini eru komnar fleiri aðrar miðnámsútbúgvingar, sum liggja millum ta reint bókligu og reint handaligu útbúgvingina: HF, HH, HT, FHS og SIT. Ein glíðandi yvirgongd millum tað bókliga og tað handaliga er nú í útbúgvingartilboðunum til tey 16 til 19 ára gomlu. Uttan fyri hesar meginsúlur eru t.d. fiskivinnuskúli, atstøðingsútbúgvingar í heilsu- og almannaverkinum. Myndin er rættuliga fløkt og velur tú at fara eftir einari rás, t.d. í studentaskúla, og tú so seinni finnur út av, at tú heldur vilt royna eina aðra rás, t.d. tøkniliga útbúgving, er væntandi, at ikki er lætt at fáa góðskrivað undirvísingina á fyrru rásini. Sjálv umsitingin av stóra talinum av javnfjarðum miðnámsrásum er tung. Framhaldsútbúgvingarnar (t.d. sjúkrasystir, sjóvinnuútbúgvingar, læraraskúli) liggja at kalla leysar av hinum pørtunum av undirvísingarverkinum og hava heldur ikki samband við granskingarumhvørvið á Fróðskaparsetrinum. Ein spurningur, sum íðuliga verður viðgjørdur í londunum rundan um okkum, er lívlong læra og eftirútbúgving, sum skulu gera fólk før fyri at møta krøvunum frá broyttari tøkni og skiftandi arbeiðsumstøðum.[59] Kreppan í nítiárunum sýndi, at tá arbeiðsplássini fækkaðu, vóru tað fyrst tey, sum onga útbúgving høvdu, sum gjørdust arbeiðsleys. Samstundis vórðu mestsum øll lærupláss avtikin og talið á ungdómi, sum leitaði sær í miðnámsskúlarnar, øktist nógv. Í privata vinnulívinum í Føroyum hoyrist alt oftari spurningurin: Hvussu fái eg vælútbúgvið og virkisført starvsfólk í framtíðini og hvussu klári eg at halda fast um tey, sum eg havi. Høvuðsvinnurnar í Føroyum – landbúnaður og sjóvinna – hava lítla siðvenju fyri bókligari útbúgving. Talan var um upplæring við fyridømi, ”learning by doing”, hálvtilkomin arbeiddu á sjógvi og landi og gjørdust á tann hátt kunnug við yrkið. Í dag gevur henda vantandi siðvenja fyri bókligari útbúgving at bíta, nú ið sjóvinnan og fiskivinnan á landi eru broytt til ein hátøknimatvøruídnað. Vit hava eitt stórt tal av dugnaligum arbeiðsfólki, sum stórt sæð ongan bókligan lærdóm hevur umframt fólkaskúlan, serliga millum fólk yvir 35 ár. Tilboð um eftirútbúgving av hesum fólki og tilboð yvirhøvur til tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, eru í høvuðsheitum latin upp í hendurnar á teimum einstøku virkjunum og stovnunum; tó er skeiðtænasta Handilsskúlans týðandi tilboð. Eingin heildarætlan er fyri, hvussu vit hækka førleikan og tryggja vinnulívinum varandi dugnaliga arbeiðsmegi. Menningin av fólkatilfeinginum er týdningarmesta uppgávan, um vit skulu byggja upp eitt samfelag við líka góðum livifóti, sum londini rundan um okkum hava. Menningin av menniskjansliga tilfeinginum fer fram í einum samspæli millum hin einstaka, samfelagið og vinnulívið og ávirkar arbeiðsumstøðurnar, arbeiðsleiðslu og støðið í vinnulívinum. Eitt vælvirkandi samstarv lyftir støðið upp, hjálpir vinnulívinum í kappingini við onnur lond og fyribyrgir strukturarbeiðsloysi. 4 Sambandið millum lærustovnar, vinnulív, fyritøkur og stovna. Dømi eru í øðrum londum um, at livandi lærdómsumhvørvi kunnu samvirka við vinnulív, fyritøkur og stovnar. Skúlar, granskingarstovnar og lærdir háskúlar verða mettir sum miðdeplar fyri kunnleika, har tað er møguligt at søkja sær vitan, finna kanningar, gransking og støði undir at skapa samband við onnur í netverkum. Tøknin er til, sum loyvir undirvísingar- og granskingarstovnum – út um undirvísing og egingransking – at átaka sær ein virknari lut í menningini av føroyska samfelagnum. Í hesum føri verður serliga hugsað um samstarv við vinnulívið. Hvussu tað skal bera til at gera undirvísingar- og granskingarstovnarnar virknari í hesum leiki, og hvat krevst av umskipan og raðfesting fyri at fáa hetta gjørt, eru spurningar, sum eru tiknir upp í kapitli 1 og 7. Tá ið talan er um gransking, er vanligt at skifta hana í fleiri stig. Til samans kallast granskingarhugtøkini ”granskingar- og menningarvirksemi” (G&M), sum verður lýst á henda hátt. Granskingar- og menningarvirksemi er skapandi arbeiði á skipaðum grundarlagi og hevur til endamáls at økja vísindaliga og tøkniliga kunnleikan, ella at brúka kunnleika, sum longu er til, til at vísa á praktiska nýtslu. Hugtakið granskingar- og menningarvirksemi umfatar bæði grundgransking, nýtta gransking og menningararbeiði[60. 1) Grundgransking byggir á royndir ella er kanningar av ástøði, og hevur fyrst av øllum til endamáls at fáa nýggja vitan og fatan til vegar uttan at hava ávísa nýtslu og nyttu í hyggju. Grundgransking nevnist eisini egingransking. 2) Nýtt gransking brýtur somuleiðis upp úr nýggjum fyri at fáa nýggja vitan og fatan til vegar, men nýtt gransking er fyrst av øllum beind at ávísum veruligum miðum. 3) Menningararbeiði er skipað arbeiði, sum er grundað á kunnleika, sum er fingin til vegar gjøgnum gransking og/ella praktiskar royndir við tí fyri eyga at skapa nýtt ella bøtt tilfar, nýggjar og betri vørur, tilgongdir, skipanir ella tænastur. Ein onnur flokking av gransking er at skilja millum fría gransking og bundna (ella endamáls) gransking. Frí gransking er gransking, ið strembar eftir at svara spurningum sum: ”Hvussu ber tað til at ….”. Hin einstaki granskarin avmarkar og setur sjálvur slíka gransking í verk - antin einsamallur ella saman við øðrum granskarum. Frí gransking samsvarar fyri ein stóran part við grundgransking. Bundin gransking er gransking í evnum, sum eru áløgd einstaka granskaran. Tá er endamálið ofta at svara spurningum sum: ”Hvussu kunnu vit gera hetta…”. Bundin gransking umfatar nýtta gransking og menningararbeiði. Vinnulívsgransking er aloftast bundin gransking. Alment fíggjað gransking kann eisini vera bundin, t.d. savnsuppgávurnar á Fróðskaparsetrinum, Náttúrgripasavninum, Forngripasavninum o.a. Bæði frí og bundin gransking og G&M krevja hvør á sín hátt, at granskararnir eru skapandi og hava hugflog at sleppa vanabundnari hugsan. Býtið millum grundgransking og endamálsgransking. Gransking fíggjað uttanífrá (sum oftast nýtt gransking) og gransking fíggjað alment um játtanarlógir (aloftast grundgransking) eru javnsettir partar av tí granskingartilfeingi, eitt land hevur at ráða yvir, og neyðugt er at tryggja eina skilagóða javnvág millum hesar partar. Tað er sermerkt fyri gransking fíggjaða uttanífrá, at grundarlagið undir játtanini er, at málrættað dygdargransking fæst fyri peningin. Granskingarpeningur uttanífrá verður aloftast søktur í fríari kapping. Peningurin fer fyrst og fremst til tey evni, sum í tíðini eru tey raðfestu, og til tær verkætlanir, sum eru best lagdar til rættis. Fyri at kunna fremja slíka gransking krevst ofta, at gransking á ávísum støði og í ávísum vavi fer fram á stovninum frammanundan. Grundgransking, ið aloftast verður fíggjað um játtanarlógir, er sermerkt av, at talan er um óbundnar játtanir, ið ikki eru ætlaðar til serligar verkætlanir. Býtið millum fakøki ella stovnar er søguligt, og eingin skipað meting av góðsku ella vavi verður gjørd. Størsti parturin av grundgranskingini fer fram á hægri lærustovnum. Í Norðurlondum er grundgranskingarparturin á hægru lærustovnunum uml. 60% - eitt sindur lægri í Finnlandi og Svøríki og eitt sindur hægri í Íslandi. Í Føroyum er grundgranskingarparturin á Fróðskaparsetrinum beint omanfyri 90%. Spurningurin um dygd í grundgranskingini hevur seinastu árini verið viðgjørdur í grannalondum okkara. Tað er vert at umhugsa at skipa fyri meting av tí granskingararbeiðinum, ið fer fram, og um henda metingin skal vera grundarlag undir framtíðar játtanum. Mett kann t.d. verða um innihaldsligu dygdina í granskingarúrslitunum, útgávunøgdina og um granskingargrundaða undirvísingarvirksemið. Somuleiðis kann mett verða um, í hvønn mun tað hevur eydnast at fingið til vegar fígging uttanífrá. Fyri at tryggja menning í granskingini eiga metingar og eftirmetingar at verða gjørdar við jøvnum millumbilum. Royndir hava víst (eitt nú í Noregi, tá gransking í sambandi við oljuvinnuna av álvara tók seg upp), at umráðandi er at tryggja eina góða javnvág millum grundgransking og nýtta gransking. Bæði tí at óbundna, eksperimenterandi granskingin er av alstórum týdningi fyri dygdina í nýttu granskingini, men eisini tí tað vísir seg, at granskarar støðast ikki á stovnum, har nýtta granskingin fyllir ov nógv. Gransking økir granskingarførleikan, útvegar meira vitan um tey evni, sum granskingin fæst við. Endamálsgransking er ofta umbiðin gransking. Hetta er t.d. gransking, sum er umbiðin av einari vinnufyritøku, ella eitt samstarv millum ein granskingarstovn og vinnulívsfyritøku um at gera eitt granskingarúrslit handilsliga áhugavert. Samband er millum hugtøkini. Sleppa granskarar ikki at fremja egingransking, er førleiki teirra at gera umbidna gransking minni. Samanløgdu útreiðslurnar til gransking og menning í Føroyum á úrvaldum almennum stovnum (sí hagtølini frá granskingarráðnum á talvunum á síðu 80 og 81) eru umleið javnt býttar millum almennar føroyskar játtanir og fígging uttanífrá. Í øðrum Norðurlondum – í Svøríki og Finnlandi er privati parturin 66% og 60%, meðan hann í Íslandi er 35%. Í Føroyum er at kalla eingin privat fígging og fígging uttanífrá er at kalla øll verkætlanarstuðul í norðurlandasamstarvinum. [61. Í OECD-londunum annars liggur privati parturin av útreiðslunum til gransking og menning á umleið sama støði sum í Norðurlondum. Í Japan er privati parturin hægstur, 70%, meðan hann í Fraklandi, Bretlandi, Hollandi og Kanada liggur beint undir 50% .. 5 Granskingarumhvørvi í Føroyu. Føroyskur granskingarpolitikkur má hava støði í egnum fortreytum. Í tí sambandi er vert at minnast til, at bæði náttúruvísindi, søga og samfelagsvísindi, mál og bókmentavísindi hava stóran og ofta ósæddan týdning fyri samfelagið og serliga sum grundarlag fyri samleikamyndan. Tað kann bert vera ábyrgdin hjá føroyskum myndugleikum at síggja til, at gransking í teimum sokallaðu samleikafakøkjunum: í máli, bókmentum og søgu heldur fram og mennist. Hetta eru fakøki, sum skulu bera sjálvstøðugu mentanini uppi.[62. Føroyska grundgranskingin skipar seg í trý javnsett øki, hvørt við teimum evnum, sum liggja til teirra. Granskingarevnini, sum eru nevnd, eru aktuel dømi. Talva 10 Tríbýti í føroyskari gransking í da. Í løtuni (mars 1999) tykjast hesi at vera kjarnaøkini á føroysku granskingarstovnunum, sum bygt má verða á. Møguleikar fyri nýskapan. Hugtakið nýskapan hevur sín uppruna í latínska orðinum innovatio, ið merkir nýskapan. Nýskapanarhugtakið varð í 1912 borið fram av Joseph A. Schumpeter, búskaparfrøðingi. Sambært J. A. Scumpeter eru nýskapanir ein støðugt nýskapandi partur og samstundis eisini ein oyðandi partur í verandi búskaparskipan. Tí nýggjar fyritøkur verða skaptar, gamlar fyritøkur niðurlagdar og samfelagsbúskapurin broytist avgerandi í hesi nýskapanartilgongd. Upprunaliga varð hugtakið nýtt í búskaparfrøði. Í dag verður hugtakið nýtt á fleiri økjum og verður lýst soleiðis. At menna og seta nýggj hugskot í verk. Talan kann vera um at fáa nýggjar vørur á marknaðin, at seta í verk nýggjar tøkniligar loysnir, mannagongdir og arbeiðshættir bæði í privatum og almennum fyritøkum, eggja til nýggjar hættir at liva saman og til nýggjar siðir og nýggjan atburð í samfelagnum. Eyðkenni fyri nýskapan er, at nýggj hugskot verða tikin í nýtslu.[63. Nýskapanartilgongdin. Ein mynd frá íslendska granskingarráðnum, Rannsóknarráð Ríkisins, lýsir støðuna. Á granskingarstovnum og undirvísingarstovnum finst vitan, sum byggir á vísindaligt arbeiði. Í vinnulívinum finst handilsvitan og kapitalur. Spurningurin er, hvussu vit binda hesar báðar partar saman. Hvussu sláa vit brúgv um gjónna millum vísindi og vinnulív? Einki einfalt svar er til hesar spurningar, men tankarnir um at geva undirvísingar- og granskingarstovnum til uppgávu at venda sær til vinnulívið og í samspæli við tað finna fram til nýggjar leiðir, er ein leið at ganga. Net innanlands, sum aftur standa í sambandi við net uttanlands, eru sjálvsøgd amboð á hesi leið. Mynd 1 Nýskapanargongdi. Kelda: RANNÍS Rannsóknarráð Ríkisins í Ísland. Nýskapanarumhvørvi og royndir út øðrum londum. Bæði í grannalondum okkara og longur burturi í t.d. USA, Japan og Taiwan eru nýskapanarumhvørvi sett á stovn. Hesi umhvørvi hava tað í felag, at tey eru bygd upp rundan um granskingarstovnar, sum hava og spjaða vitan. Gransking og vinna eru mótleikarar (sparrings partners) og samskifta í sama umhvørvi. Slík umhvørvi geva samstarvsfyrimunir (synergi) og møguleika fyri eykaframleiðslu (spin-off) í mun til verandi fyritøkur. Fleiri nýskapanarumhvørvi hava brúkt Silicon Valley í Kalifornia sum fyrimynd. Silicon Valley er stór tøknipark sunnan fyri San Fransisco. Har eru yvir 6.000 hátøkniligar fyritøkur. Hvørja viku verða 11 nýggjar fyritøkur settar á stovn (spin-off). Fyritøkur sum t.d. Hewlett-Packard, Oracle, Netscape og Yahoo eru stovnaðar í Silicon Valley. Hsinchu Sciencebased Industrial Park í Taiwan (HSIP) hevur brúkt Silicon Valley sum fyrimynd. Á okkara leiðum eru nýskapanarumhvørvi eftir hesum leisti m.a. Telecom City í Karlskrona, sum er eitt netverk, har fleiri leiðandi telesamskiftisfyritøkur samstarva við lærda háskúlan og kommununa fyri at skapa vøkstur, lønsemi, góðar útbúgvingar serliga í kunningartøkni og gransking í einum altjóða vakstrarumhvørvi, sum byggir á førleika og áhuga. Telecom City verður fyrisitin sum ein verkætlan. Á donsku fíggjarlógini eru í tíðarskeiðinum 1998-2000 settar av 310 mió. kr. til 6 nýggj nýskapanarumhvørvi. Endamálið er at fáa ein undirgróður av nýggjum nýskapandi fyritøkum, sum kunnu ganga á odda á altjóða marknaðinum ella vera undirútvegarar til stórar útlendskar fyritøkur. 6 Møguleikar fyri nýskapan í Føroyu. Royndirnar frá grannalondum okkara vísa, at nýskapan og økt granskingarvirksemi hava ført til, at nýggjar vinnur, sum ikki eru knýttar at náttúrutilfeinginum, hava ment seg. Sjálvsagt ber eisini til í Føroyum at byggja brúgv millum útbúgving/gransking og vinnu við tí endamáli, at hugskot skulu gerast til veruleika, antin sum nýggj vøra ella sum vinna. Ikki er neyðugt at seta á stovn fleiri almennar stovnar, men miðvíst samstarv má fáast í lag millum partar, sum saman ráða yvir førleika innan útbúgving, gransking, vitan, ráðgeving og kapital. Eitt samstarv, ið hevur við sær fyrimunir fyri allar partar. Tá semja er fingin um, hvussu samstarvið skal vera millum myndugleikarnar, sum varða av vinnu og útbúgving, skulu møguliga nýggjar raðfestingar og tiltøk setast í verk. Í teimum londum, vit vanliga sammeta okkum við, tykist eingin ivi vera um, at ein miðvís ætlan fyri útbúgving, menning og gransking er týdningamesta grundarlagið fyri menningina av vinnulívinum. Stjórnir, sum fyrr røktu menningarpolitikk við beinleiðis stuðli ella tílíkum, seta sær í dag fyri at skapa karmar, sum fremja menning og nýskapan í vinnulívinum. Stóru undantøkini hesum viðvíkjandi eru landbúnaðar- og fiskivinnuøki, har flestøll framkomin lond enn hava varðveitt vanabundnar stuðulskipanir. Føroyar luttaka í vísindaligum netverkum millum stovnar og í verkætlanum serliga í norðurlendskum høpi. Hetta samstarv kann vera gott íkast til at røkka nóg stórum granskingarvirksemi. Ísland kann takast sum dømi. Ísland hevur seinastu 30 árini 3 ferðir latið OECD ummæla politikk sín fyri vísindi, tøkni og nýskapan.[64] Íslendska stjórnin legði í 1991 eina yvirlýsing fyri Alþingið, sum lýsir politiskar ætlanir hjá stjórnini fyri vísindi og tøkni (sí skjal í bind II). Serlig tiltøk vóru í Íslandi fyrst í nítiárunum við tí endamáli at skapa nýggjar vinnur. Eftir 8 árum vaks tann samlaða granskingin við 81 %, frá 0,79 % til 1,6 % av BTÚ. Hetta miðvísa arbeiðið hevur givið úrslit, tí Ísland hevur í hesum tíðarskeiði megnað at fáa til vegar nýskapanarumhvørvi og fleiri nýggjar vitanartungar vinnur innan fiskivinnutøkni, ritbúnað og gentøkni, sum standa seg í altjóða kapping. Nevnast kunnu Marel, sum er leiðandi í heiminum innan vektir og prosessstýring í matvøruídnaðinum, OZ, sum hevur fingið serkunnleika innan teldumyndagerð, og DeCode sum arbeiðir við gentøkni og hevur gjørt sáttmála um útflutning fyri virði, sum er helvtin av øllum føroyskum útflutningi. Norðurnoreg er eitt annað dømi, vit kunnu samanbera okkum við. Her hevur norska stjórnin havt ein stýrisbólk fyri sambandið við Norðurnoreg.[65] Bólkurin hevur greinað fyrimunir og vansar í Norðurnoregi og kannað, hvussu norska stjórnin kann skapa karmar sum tryggja, at hesin landspartur ikki dragnar afturúr í mun til menningina í landinum. Ein partur av tiltøkunum er vanligur studningspolitikkur, men mestan dent leggur stýrisbólkurin á “utvikling av attraktive og dynamiske miljøer”. Og her er allur denturin á útbúgving, gransking og menning. Niðurstøðan er endurgivin í skjali í bindi II. 7 Tørvur á óheftum granskingar- og útbúgvingarstovnu. So at siga einki óheft føroyskt granskingarumhvørvi hevur verið til at viðgera spurningar um rættartrygd og samfelagsligar spurningar. Vit hava ógvuliga lítið tilfar um samfelagsbúskaparligar, sosiologiskar, antropologiskar og sosialar spurningar yvirhøvur. Tí fáa tílíkir spurningar ofta eina sera skjálghenta viðgerð í politiskum og almennum orðaskifti. Tá sakliga grundarlagið er veikt, tá lítið er tøkt um avleiðingar av ymsum avgerðum, er eingin trygd fyri, at samfelagsligar avgerðir føra til tað mál, tær vóru ætlaðar. 8 Granskingarumhvørvi og samskipan millum privata og almenna sektori. At kalla eingin samskipan er á granskingarøkinum millum verandi granskingarumhvørvið og privata og almenna sektorin. Dømi eru um gransking, sum er farin fram í samstarvi millum privatar vinnufyritøkur og granskarar, men hetta er undantakið heldur enn reglan. Talan eru um tilvildarlig tiltøk, sum eru úrslit av virkisfýsni hjá einstaklingum. Her er stórur tørvur á tiltøkum til frama fyri samstarv millum gransking og vinnu. Í hesum nevndararbeiði hevur ikki verið høvi til at fáa vinnulívsumboð upp í orðaskiftið, men í 1994 úttalaði vinnulívið seg um hendan spurning. Somuleiðis hevur samband verið við vinnulívið, tá ið Vinnumálastýrið arbeiddi við ritum sínum í 1998/99. Í 1994 verður í eini frágreiðing frá fleiri vinnufeløgum og almennum stovnum m.a. sagt soleiðis[66]: Við teirri strategi, sum vit framman fyri hava nevnt um …..Føroyar sum frammarlagan matvøruframleiðara og ein víðkaðan heimamarknað, eru vit noydd at byggja upp granskingar- og royndarstovnar, ið kunnu vera við til støðugt at menna okkara førleika á hesum økjum. (t.e. raðfesting av serligari gransking) ….Aðrar tørvir mugu vit sum lítil tjóð, ið náttúrliga hevur og eigur at hava nógv samskifti við útheimin, tryggja okkum í góðum samstarvi við útlendskar granskingar- og undirvísingarstovnar…. Í Riti 5 frá Vinnumálastýrinum[67] hevur Vinnumálastýrið hesa hugsan um gransking og førleika-menning: tað einasta, ið vit hava møguleika at stýra er, at karmarnir fyri kreativari og innovativari hugsan eru góðir, at upplýsingar um gongdina eru tøkar, og at hugburðurin ikki verður læstur av egnum normum. Tí eru gransking og førleikamenning lyklaorð, tá talan er um at royna at stýra vinnuni móti betri kappingarevnum og meira vitanarkrevjandi vinnu. Vinnumálastýrið mælir til, at fólk eiga at verða sett til at fylgja við gongdini uttanlands: Upplýsingar um gongdina úti og heima verða ikki tøkar, uttan so at onkur hevur tað sum sína serligu uppgávu at savna og meta um tær. Í dag liggur uppgávan spjadd og mangan ósamskipað á fleiri ymiskum stovnum við tí úrsliti, at føroyska samfelagið fær ov lítið burturúr. Harafturat heldur stýrið eins og nevndin, at tað er ikki nóg mikið hjá okkum bara at dúva upp á tað, ið onnur granska, vit mugu hava eitt umhvørvi í Føroyum, ið hevur neyðugan førleika at fylgja við og at formidla vitan. Tí eigur dentur at verða lagdur á at fáa økt um og samskipað granskingarumhvørvini í Føroyum og at víðka og útbyggja tey sambond, sum vit í dag hava við útlendskar granskingarstovnar. Serliga verd at geva gætur er metingin hjá Vinnumálastýrinum av marknaðarmøguleikunum. Vøksturin á altjóða marknaðurin fyri ítøkiligar vørur og tænastur er einki at dúva uppá. Hinvegin er marknaðurin stórur: fyri upplivingar, tí kognitiva, so sum tónleiki, list, bókmentum, søgu og kropsligum og andaligum avbjóðingum. Týdningurin av góðum umstøðum til kreativ verkevni í t.d. list eigur ikki at verða undirmettur. Á sama borði liggur nógv umrødda kunningartøknin. Hon er neyðugt amboð hjá øllum vinnum, um tær ætla at standa seg í kappingini. Men hon er samstundis ein altjóða vinna, tí eftirspurningurin eftir kreativum og virknum skipanum, ið kunnu loysa truplar spurningar og harvið styrkja kappingarførið hjá fyritøkum og sambondum av fyritøkum, veksur við ómetaligari ferð. … skulu vit hava ein sjálvberandi búskap, skulu vit eisini hava útbúgvingar, sum geva øllum í landinum møguleika at menna sínar gávur og brúka tær í skapandi vinnuligum og tænastuligum virksemi. Tann leið, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið longu er farið undir við at menna kunningartøkniligar útbúgvingar, er Vinnumálastýrið sera fegið um og vil veita tí sín fulla stuðul. Vinnumálastýrið vónar og vil eggja til, at enn størri dentur verður lagdur á slíkar útbúgvingar, ið helst skulu føra við sær, at tað skal verða gjørligt í Føroyum at taka altjóða virda útbúgving í kunningartøkni á fróðskaparstigi. At enda kann verða tikið undir við tí sjónarmiði, at tað er umráðandi: at eggja til samarbeiði um mennandi karmar fyri altjóða førleikagevandi samstarv, betri umstøður og stuðul av kreativum verkevnum og fyri fjølbroyttari stimbran av kunningartøkni og samstarvi við kunningartøkniligar deplar í øðrum londum. Í hesum samstarvi fer Stýrið eisini at leggja dent á leiðslumenning fyri at styrkja leiðsluførleikan í fyritøkum og harvið fatanina av støðugari útbúgving av starvsfólki til gagns fyri trivnaðin. Stevnumiðið hjá Vinnumálastýrinum at fáa ein sjálvberandi búskap og til at røkka honum mugu øll í landinum hava í boði at menna sínar gávur og brúkar tær í skapandi vinnuligum og tænastuligum verksemi. Tí mælir stýrið til at stimbra listarligt skapandi virksemi og hugvísindaliga gransking, økja um útbúgvingar á kunningartøkniøkinum og at leggja doyðin á at fylgja við granskingargongdini uttanlands. Hesum tekur útbúgvingarpolitikknevndin undir við av fullum huga. 9 Privat og almenn fígging av gransking og útbúgvingu. Fígging av G&M út um fígging av almennum skúlum og stovnum innan gransking og undirvísing er at finna sum verkætlanarjáttanir ymsa staðni á fíggjarlógini. T.d. eru at nevna royndir innan havbúnað og fiskivinnuroyndir. Hetta er peningur ætlaður verkætlanum, sum menna vinnurnar, herundir eisini reinar granskingarætlanir. Úr Grunninum til ídnaðarfremjandi endamál er eisini møguligt at søkja um studning til ávísar menningar- og granskingaruppgávur. Á fíggjarlógunum 1998 og 1999 hava upphæddirnar ligið um 8 mió. til praktiskar fiskiroyndir, uml. 5-6 mió. til havbúnaðarroyndir og 1-2 mió til ídnaðarfremjandi endamál. Skipanirnar fyri, hvussu hesar játtanir verða nýttar, eru ymiskar. Fyri fiskivinnuroyndirnar verður ein ætlan gjørd av umboðum fyri Menningarstovuna, Fiskirannsóknarstovuna og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Tey gera uppskot til verkætlanir, sum verður góðkent av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og tey umsita tær vanliga. Eitt yvirlit yvir verkætlanir finst í árligum frágreiðingum (sí skjal í bindi 2). Grunnurin fyri ídnaðarfremjandi endamál hevur eitt stýrið, sum ger tilmæli um játtanir, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum í vinnumálum. Eitt yvirlit er í skjali í bindi 2. Havbúnaðarroyndirnar vera málsviðgjørdar av vinnumálastýrinum og, skulu góðkennast av landsstýrismanninum í vinnumálum. Fyri hvørja verkætlan verður gjørdur ein umsitingarsáttmáli millum Vinnumálastýrið og tey, sum hava ábyrgd av verkætlanini. (sí skjal í bindi 2. Vanligt hevur ikki verið í Føroyum, at privat vinnufeløg seta av pening til at fíggja gransking, menning ella útbúgvingar út um ávíst skeiðvirksemi fyri starvsfólkið. Nógv dømi er um, at privat virki ella fyritøkur hava tikið lut í verkætlanum, sum fyrst og fremst eru fíggjaðar úr grunnum, norðurlandapeningi, felags fígging við fyritøkur í øðrum londum og peningi á føroysku fíggjarlógini. Serliga eru at nevna Útnorðursamstarvið og Norrønt Atlantssamstarv, sum hava stuðlað menning og gransking, har føroyskar fyritøkur og stovnar hava verið uppií. Nøkur dømi eru nevnd í skjali í bindi 2. Eisini Norðurlandafiskivinnusamstarvið hevur fíggjað verkætlanir (sí skjal í bindi 2). Seinastu árini hava verið møguleikar at søkja játtanir í donskum ætlanum, t.d. undir AMAP puljuni til umhvørviskanningar, undir Arktisk miljøprogram umframt annað. Samrøður millum vinnulívið og Granskingarráðið um møguleikar fyri at fíggja vinnulívsgransking burtur úr ymiskum donskum ella norðurlandaverkætlanum vóru fyri ári síðani, men eru ikki komnar longri. Fyrispurningar hjá vinnufyritøkum sýna, at nógv verður tosað um møguleikarnar at fremja menningar- og granskingarætlanir, men enn er tað ikki komið til, at peningur verður settur á fíggjarætlanir hjá virkjunum til gransking ella til miðvísar granskingarætlanir. P/f Fiskaaling, sum landsstýrið eigur allan partapeningin í, hevur í roknskapinum fyri 1998 sett kr. 300.000 av til gransking. Sjóvinnubankin gav í 1992 pening til gransking á Fróðskaparsetrinum og Fiskirannsóknarstovuni. Smærri upphæddir eru eisini veittar av Tryggingarsambandinum og Føroya banka gjøgnum árini, men hesir møguleikar eru ikki til longur. Síðan 1997/98 hava útlendsk oljufeløg sett av stórar peningaupphæddir til jarðfrøðiligar kanningar undir Føroyum. Hundraðtals milliónir eru settar av til hetta. Eisini hava oljufeløgini stuðlað gransking í sonevndu GEM ætlanini og peningur er eisini veittur til granskarar á Fróðskaparsetrinum. Talan er her um 12-13 mió kr. fyri árini 1997 og 1998. Tað er natúrligt at sammeta gransking í Føroyum við gransking í londum, vit skulu kappast við. Talva 11 Føroysk granskingarhagtøl fyri 1995, 1996 og 1997, BTÚ og fíggjarløgtingslógarjáttan, í 1.000 kr. Heimild: Granskingarráð Føroy. Undirskjøl til hesa talvu eru at finna í bindi 2. Seta vit hesi tøl inn í eina talvu til sammetingar við onnur lond, er úrslitið hetta. Talva 12 Samlaðar G&M útreiðslur í % av BTÚ 199. Heimild: Granskingarráð Føroy. Niðurstøðan av hesum er, at tá oljuvinnan verður undantikin, er eingin miðvís privat fígging í Føroyum. Møguleikar eru á føroysku fíggjarlógini, undir Nordisk Ministerråd og ymiskum donskum granskingarætlanum. Skal granskingin í Føroyum koma upp á hædd við tað, vit kenna í grannalondum okkara, er serliga neyðugt við einum vøkstri í privatu fíggingini. Skulu vit upp á sama stig sum Ísland, so skuldu til samans uml. 100 mió kr. verið nýttar Av hesum fíggjaðu vit 1995-97 uml. 20-25 mió. Aðrar 10-12. mió komu frá serliga Nordisk Ministerråd. Í Íslandi fíggjar vinnan 35 % av heildini og ríkið 57 %. Landsins partur skuldi eftir hesum verið øktur við uml. 30 mió og vinnunnar partur tað sama. Restin hevði so møguliga kunnað fingist aðrastaðni. Vert er tó at minna á, at tann gransking, sum fær danskar ella kanska ES játtanir sum part av fíggingini, vanliga má fylgja danskari og ES raðfesting og kanska ikki altíð miðar eftir tørvi í Føroyum. 10 Eftirmetingarskipani. 1 Hvat er ein eftirmetingarskipan. Eftirmetingarskipanir eru eitt rættiliga nýtt fyribrigdi, sum londini uttan um okkum hava tikið stig til frá fyrst í nítiárunum. Endamálið er at “góðskumeta útbúgvingarverkið” soleiðis, at landið kann varðveita og menna kappingarførið í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi. Í fyrstani vórðu serliga tær hægru útbúgvingarnar mettar, men í fleiri skandinaviskum londum hevur politiski myndugleikin verið so væl nøgdur við úrslitini, at líkt er til, at metingarskipanirnar skjótt fara at fevna um alt útbúgvingarverkið. 2 Endamálið við eini eftirmetingarskipa. Royndirnar úr Danmark og Noregi vísa, hvussu umráðandi tað er at hava eina greiða mynd av endamálinum við eftirmetingunum. Her er kjarnuspurningurin sambandið millum eftirlit við útbúgvingarverkinum og menning av útbúgvingarverkinum. Í Noregi miðar metingarskipanin fyrst og fremst eftir menning av útbúgvingarverkinum, meðan danska metingarskipanin roynir at sameina eftirlit og menning. Londini bæði hava fyri stuttum endurskoðað metingarskipanirnar og her er niðurstøðan, at bestu úrslitini fáast, um størsti denturin verður lagdur á menningararbeiðið. Orsøkin er, at metingarnar skapa ótryggleika úti á útbúgvingarstovnunum, tí endamálið við teimum eisini er at føra eftirlit. Tí verður mælt til, at ein føroysk metingarskipan skal miða eftir menning av undirvísarum og útbúgvingarverkinum, meðan uppgávurnar viðvíkjandi eftirlitinum við útbúgvingarskipanini framhaldandi verða røktar av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. 3 Eftirmetingarskipan bygd á ISO 9002[68] tankagongd í tveimum stigu. Góðskustýring og áhaldandi metingar eru væl kendar í vinnulívinum, t.d. ISO skipanirnar. Endamálið við teimum er at útvega leiðslunum á virkjunum eitt amboð til at stýra góðsku og menning. Hugsanarhátturin í ISO 9002 skipanini eigur at kunna flytast yvir á undirvísingarverkið. Stuðul til á skúlunum at finna fram til hóskandi skipanir kann fáast frá privatum ráðgevum ella frá almennum stovnum, t.d. Menningarstovuni sum hevur ráðgivið í hesum spurningum í nógv ár. Fyrsta stigið verður so – við tillaging av ISO skipanunum – at skipa eitt innanhýsis góðskukervi, eitt innaneftirlit, sum leiðsla og starvsfólk arbeiða saman um. Hetta er longu roynt í flestum miðnámsskúlum í "dygdarmenningar"-samstarvinum. Annað stigið er yvirskipað eftirlit, sum ikki kann vera annað enn ábyrgdin hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Tá fyrsta stigið er farið at virka, verður tað eitt eftirlit við innaneftirlitinum. Í hesum sambandi eigur ikki at verða hugsað so nógv um at fáa eina góðkenning av skúlunum, sum er ein tung og kostnaðarmikil mannagongd, tí hon krevur óhefta meting av innanhýsisskipanini. Heldur eigur at verða hugt at møguleikunum at geva myndugleikunum eitt tól at tryggja bestu úrslit úr undirvísingarverkinum. Tørvurin av landsumfatandi samanberingum av úrslitum hjá ymiskum skúlum er ein serligur spurningur, men átti í roynd og veru at kunna verið nøktaður í tvíbýttu skipanin. 4 Møguligir trupulleika. Umframt møguliga mótstøðu ímóti eftirmetingum eru spurningar heftir at sjálvum innihaldinum í metingarskipanini. Her er meginspurningurin, hvørji fyribrigdi skulu vera grundarlagið í eftirmetingini á teimum einstøku útbúgvingarstovnunum. Her finst einki einfalt svar, og hetta má í sambandi við uppbygging av innaneftirlitinum ásetast í hvørjum einstøkum føri. Skal tað gerast á haldgóðan hátt, má hetta gerast ígjøgnum eitt tætt samstarv millum ráðgevar, útbúgvingarstovnar og avvarðandi fakfeløg. Í Noregi og (serliga) Danmark hevur ein av trupulleikunum við metingunum verið vantandi uppfylging. Fleiri dømi eru um, at tilmæli frá eftirmetingum ikki eru sett í verk. Skipanin, sum skotin verður upp omanfyri, hevur ikki hesar trupulleikar. Tó er greitt, at tilmælini frá eftirmetingum í ávísum førum kunnu hava við sær hækkaðar útreiðslur. Sostatt má tann politiski og fyrisitingarligi viljin til at fylgja úrslitunum frá metingararbeiðinum vera til staðar, áðrenn talan kann verða um at seta metingarskipanina í verk. Annars gevur tað onga meining at seta skipanina á stovn. Hinvegin má eisini krevjast av stovnunum, at tilmæli eru fíggjarliga realistisk. 5 Eftirmetingarskipan fyri útbúgvingarstovna. Settir verða metingarbólkar, sum skulu hava tætt samstarv við leiðslurnar á útbúgvingarstovnunum og ráðgevar um at seta á stovn góðskukervi. Í fyrsta umfari verður ein metingarbólkur settur fyri allar miðnámsútbúgvingar og vinnuútbúgvingar (studentaskúlar, handilsskúlar, tekniskar skúlar, sjóvinnuútbúgvingar og fiskivinnuskúlar). Hetta má byggja á dygdarmenningarsamstarv, sum longu er farið til verka. Næsta stig verður fólkaskúlin og síðani hægru útbúgvingarnar í Føroyum, (Fróðskaparsetrið, Læraraskúlin og Sjúkrasystraskúlin). Tað ber eisini til at fáa yvirskipaðar eftirmetingar uttanífrá, t.d. tær sum OECD ger í limalondum sínum. 6 Rættindini hjá starvsfólkunum mótvegis krøvunum til avrik teirr. Tá tað kemur til individuellar eftirmetingar, skulu tær metast við starvsfólkarættindini hjá tí einstaka undirvísaranum mótvegis arbeiðsgevarakravinum um eina nøktandi undirvísing, ið røkkur málsetningum og krøvum, ið verða sett til undirvísingarverkið. Tí mugu starvsfólkarættindini hjá undirvísarunum tryggjast, áðrenn skipanin verður sett í verk, eins og avvarðandi fakfeløg mugu vera við í arbeiðunum at áseta góðskukrøv til undirvísing. Individuella eftirmetingarskipanin skal tí skiljast sum eitt framhald av starvsfólkapolitikkinum hjá tí almenna. Útbúgving, gransking og almenn fyrisitin. 1 Inngangu. Greitt er, at tørvurin á útbúgving og gransking veksur ájavnt við samfelagsligu menningina. Skjótari samfelagið broytist, størri gerst tørvurin á førleikamenning hjá fólkatilfeinginum. Í føroyskum høpi merkir hetta, at vit mugu tryggja okkum hetta menniskjansliga tilfeingið. Ella sagt við øðrum orðum: Vit mugu royna at minka um sonevnda “brain-drain”- trupulleikan, at vælútbúgvið fólk fær betri møguleikar aðrastaðni, sum nógv útjaðarasamfeløg kenna sviðan av. Besti hátturin at mótvirka hesum trupulleikanum er at leggja karmar um føroysku granskingar- og útbúgvingarstovnarnar, soleiðis at tann arbeiðsmegin, sum hevur besta førleikan, er áhugað at koma aftur til Føroya. Henda lýsing av útbúgving og gransking í sambandi við tann almenna sektorin í Føroyum ger mun á gransking um Føroyar og gransking í Føroyum. Granskingin um Føroyar verður nærri viðgjørd í kap. 5 (síða 90), men hetta kapitlið viðger granskingina í Føroyum við atliti at, hvussu hon kann skipast framyvir. Ein lýsing av granskingarumhvørvi og leiklutinum hjá granskingini innan almenna fyrisiting og almenna sektorin sum heild má hava støði í samfelagsvísindum, hóast bæði náttúruvísindi og hugvísindi (humaniora) eisini hava ávirkan á almenna sektorin í Føroyum. Óvist hví hava samfelagsvísindi í føroyskum høpi altíð verið lágt raðfest sammett við hini bæði størru granskingarøkini náttúruvísindi og hugvísindi. Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur í fleiri ár bert havt eitt granskarastarv,[69] og hetta hevur verið ov lítið til at skipa nakað veruligt granskingarumhvørvi. Seinasta árið hevur verið arbeitt við at stovnseta ein “granskingardepil fyri økismenning” í Klaksvík, men henda ætlanin er ikki framd enn. Samfelagsvísindi í Føroyum eru sostatt rættuliga veikt umboðað í undirvísingar- og granskingarhøpi. Ein grundleggjandi fyritreyt fyri øktari útbúgving og gransking í sambandi við almenna sektorin í Føroyum er, at føroysk samfelagsvísindi verða hægri raðfest og fáa tillutað meiri tilfeingi, fleiri vísindalig starvsfólk og betri umstøður yvirhøvur. Harvið kunnu samfelagsvísindi geva sítt íkast til eina búskaparliga, politiska og sosiala endurnýggjan av føroyska samfelagnum, sum ferð av álvara má koma á. 2 Útbúgving og gransking í sambandi við almenna fyrisiting og almenna sektorin sum heil. Í hesum sambandi fer størsti dentur at verða lagdur á samfelagsvísindi. Hetta er, tí at í verandi støðu eru samfelagsvísindi veikasti liðurin innan føroysku útbúgvingar- og granskingarskipanina. Harvið eru avbjóðingarnar størstar á hesum øki, og tí verður mest gjørt burtur úr trupulleikunum í føroyskum samfelagsvísindum. Fyri at fáa eitt haldgott grundarlag fyri viðgerðini av teimum trupulleikum, ið eru knýttir at sambandinum millum útbúgving og gransking í mun til almenna sektorin, er neyðugt stutt at líta at ávísum samfelagsligum broytingum, ið eru farnar fram seinnu árini, serliga innan almenna sektorin. 1 Leikluturin hjá granskingini mótvegis almennu fyrisitingin. Seinastu árini hevur “tað almenna” í Føroyum broytt leiklut sín frá at bert at vera ein umsiting til eisini at hava fyrisitingarligar, politikkfyrireikandi uppgávur. Hetta er ein avgerandi samfelagslig broyting, sum ábyrgdarhavarar enn ikki hava givið sær nóg nógv far um. Føroyar hava fingið eitt styrkt embætisverk, sum er í ferð við at skapa sín sjálvstøðuga leiklut í samfelagsligu endurnýggjanini. Í hesum sambandi er umráðandi at hava greiði á skilnaðinum ímillum hugtøkini fyrisiting[70] og umsiting[71]. Í samfelagsvísindum merkir fyrisiting tær politikkfyrireikandi uppgávurnar hjá embætisverkinum. Almenna fyrisitingin arbeiðir í tøttum tilknýti til politiska myndugleikan (við t.d. lógararbeiði og samfelagsligum raðfestingum annars). Harímóti merkir umsiting tann vanliga málsviðgerðin av ítøkiligum málum, ið bæði kann fara fram á almennum stovnum og í aðalstýrunum. Hægri raðfestingin av fyrisitingarligu uppgávunum hjá almenna sektorinum hevur broytt avgerðarbygnaðin í samfelagnum munandi. Nú er fyrisitingin nevniliga før fyri at geva politikarunum eitt fakligt mótspæl, og harvið eru fyritreytirnar til staðar fyri, at dygdin í politisku avgerðunum hækkar munandi. Men trupulleikin er bert, at einki veruligt fakligt mótspæl er til ta nýggju almennu fyrisitingina. Tað er her, at uppgávurnar hjá eini óheftari føroyskari gransking koma fram í ljósmála. Í londunum uttan um okkum er tætt samanspæl ímillum almenna sektorin og granskingina “sum so”. Hetta sæst í almenna kjakinum viðvíkjandi politiskum og fyrisitingarligum avgerðum, men eisini í skipanini av ymiskum myndugleikauppgávum, ið byggja á serfrøði. Í føroyskum høpi hava vit nøkur dømi um myndugleikauppgávur, ið byggja á óhefta gransking, t.d. stovnsmetingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni, eftirlitsuppgávurnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og eisini á Jarðfrøðisavninum. Her hava vit upplivað samanbrestir millum politisku skipanina og óheftar granskingarstovnar, ið byggja á vísindaligar kanningar. Eitt tað besta dømið er stríðið um stovnsmetingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum ferð eftir ferð hevur stungið seg upp. Hetta er tekin um, at granskingin framvegis er veik í Føroyum, tá tað snýr seg um at veita sítt íkast til samfelagsligu spurningarnar. Við nýggja leiklutinum hjá almennu fyrisitingini er tørvur á eini óheftari samfelagsvísindaligari føroyskari gransking størri enn nakrantíð. Nýggja fyrisitingin hevur fingið møguleikar fyri at bøta munandi um fakliga støðið undir politiskum avgerðum, men samstundis eisini fyri stórum valdi í mun til áður. Tí er umráðandi at tryggja Føroyum eitt vísindaliga grundað íkast til samfelagsligu menningina, ið kann virka ájavnt við tað fakliga grundaða arbeiðið hjá nýggju fyrisitingini. Samfelagsvísindini og almenna fyrisitingin skulu tí ikki uppfatast sum mótpartar, men heldur sum tveir partar, ið kunnu menna hvør annan. Verða føroysk samfelagsvísindi munandi styrkt, hevur samfelagið eisini tryggjað sær eina óhefta ráðgeving, sum er ógvuliga týdningarmikil fyri eitt og hvørt samfelag. Hetta kann bæði síggjast aftur í einum hækkaðum støði í almenna kjakinum, men eisini í veruligum ráðleggingaruppgávum. Politikarar og embætisverk kunnu nýta granskarar til at finna loysnir á væl skilmarkaðum trupulleikum, ið t.d. fyrisitingin ella onnur áhugað vilja hava lýstar.[72] Ein hægri raðfesting av samfelagsvísindum er sostatt ein økt útreiðsla fyri samfelagið, sum skjótt kann vinnast aftur í betur grundaðum samfelagsligum avgerðum. 2 Skipan av eini føroyskari samfelagsvísindaligari granskingar- og útbúgvingartraditió. Størsti trupulleikin í sambandi við uppbygging av einari og hvørjari granskingartraditión er, hvussu tað neyðuga fakliga og búskaparliga grundarlagið undir granskingini kann tryggjast. Higartil hevur tað verið sera trupult at skipað eina føroyska samfelagsvísindaliga gransking og útbúgving, hóast breið semja nú tykist vera um tað rætta í at gera hetta. Møguleikarnir skuldu verið góðir júst nú. Arbeiðið hjá búskapar- og sáttmálabólkinum í sambandi við fullveldisætlanina hevur fyri fyrstu ferð skapt eitt fakligt forum fyri føroysk samfelagsvísindi og tí er upplagt at tryggja framhald av hesum forum, tá arbeiðið hjá bólkunum er av. Hetta kann t.d. gerast í samstarvi við Søgu- & samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum soleiðis, at persónar við royndum frá nevndu bólkum kunnu virka sum gestalærarar í sambandi við undirvísingina í samfelagsvísindum. Harvið kunnu undirvísingartilboðini á samfelagsdeildini økjast, og samstundis eigur ein greið ætlan at verða gjørd fyri, hvussu talið av føstum vísindastarvsfólki[73] kann økjast. Eini vælvirkandi føroyskari samfelagsvísindaligari deild tørvar eitt starvsfólkatal, sum helst ikki kann vera minni enn 5 vísindalig størv. Hetta talið er eitt minstamark, um eitt “dynamiskt” granskingarumhvørvi skal skapast. Harafturat koma nakrir ph.d.-styrkir, ið kunnu tryggja eina støðuga endurnýggjan av granskingarumhvørvinum, og 2-3 skrivstovu- og hjálparfólk.[74] Her er talan um eina munandi øking í starvsfólkatali og harvið øktur kostnaður. Fígging uttan fyri landskssan eigur tí at verða havd í huga. Hetta er serliga galdandi fyri ph.d.-styrkirnar, ið kunnu knýtast at serstøkum granskingarverkætlanum. Vísindaligu starvsfólkini á nýggju samfelagsdeildini skulu hava – sum vanligt er á Fróðskaparsetrinum – granskingarskyldu ájavnt við undirvísingarskylduna. Krøv um almannakunngerð av úrslitum verða heft at granskarastørvunum, sum vanlig siðvenja er. 3 Tørvurin á útbúgving og gransking í sambandi við almenna fyrisiting og almenna sektorin sum heil. Tað er rættuliga trupult at gera nágreiniligar metingar av tørvinum á útbúgving og gransking í sambandi við almenna fyrisiting og almenna sektorin sum heild uttan neyvari kanningar. Kortini man lítil ivi vera um, at tørvur er á eini størri samskipan millum útbúgvingarverkið og almenna sektorin, enn støðan er í dag, um tørvur samfelagsins skal nøktast. Eitt grovt uppbýti av útbúgvingartørvinum sær soleiðis út. 1. Eftirútbúgvingar 2. Málrættaðar ískoytisútbúgvingar til førleikamenning 3. Hægri útbúgvinga. Eftirútbúgvingar eru viðgjørdar í kap. 2, so hesum verður ikki gjørt meira burturúr her. Tó skal vísast á, at vit mugu skilja ímillum eftirútbúgvingar, sum fevna um at bjóða fólki amboðsfak (t.d. teldukoyrikortið) og beinleiðis førleikamennandi eftirútbúgvingar (t.d. eftirútbúgving av “ikki-akademikarum”). Størsta avbjóðingin liggur í, hvussu vit skipa hægri útbúgvingar eftir tørvinum hjá føroyska samfelagnum. Her er púra greitt, at vit noyðast at gera raðfestingar, ið byggja á eina ásannan av, at vit í framtíðini skulu hava fulla ábyrgd av landinum. Í hesum arbeiði verður neyðugt at sleppa vanahugsan og gera nyttu burtur úr teimum serligu fyrimunum, sum eru í Føroyum. 3 Møgulig høgt raðfest øki innan útbúgving og gransking í sambandi við almenna sektori. Spurningurin um vit skulu hava støðisútbúgvingar ella kandidatútbúgvingar hevur verið afturvendandi í orðaskiftinum um raðfestingar av hægri útbúgvingum í Føroyum. Kortini er líkt til, at semja alla tíðina hevur verið um at raðfesta støðisútbúgvingarnar á flestum økjum, meðan granskingarøki, ið eru neyðug fyri føroyskt mál, mentan og samleika, hava verið raðferst høgt og fevna eisini um kandidatútbúgvingar. Í framtíðini eigur raðfesting millum grund- og framhaldsútbúgvingar á einum øki at vera ymisk, alt eftir hvat samfelagnum tørvar at fáa burturúr útbúgvingini. Er talan um eitt lutfalsliga breitt øki, har tørvurin á útbúnum fólki er stórur, og tørvur verður á javnari tilgongd (t.d. løgfrøði ella kunningartøkni), talar mest fyri at hava kandidatútbúgvingar her. Ella er talan um øki, har tørvur er á háspesialiseraðari vitan (t.d. biotøkni) ella serligu umstøður okkara gera, at vit í alheimshøpi mugu metast at hava serliga fortreytir – og harvið skyldu – at granska (t.d. føroyskt mál og mentan), mugu vit (eisini) hava yvirbygningsútbúgvingar, millum annað tí at tað vil vera við til at menna granskingina, virkisføri og vinnugrundarlagið í Føroyum. Innan samfelagsvísindi verður mælt til at gera tvørgangandi støðisútbúgving (bachelor-útbúgving). Hetta bæði fyri at tryggja samfelagnum útbúgvið fólk við breiðum førleika og eisini tryggja, at tað undirvísingartilfeingi, ið er til taks, verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Kandidatyvirbygningurin kann so verða tikin uttanlands. Hóast bachelor-útbúgvingin verður skipað tvørgangandi, eigur at vera møguligt at velja ímillum greinar, har høvuðsdenturin verður lagdur á búskap (økonomi), stjórnmálafrøði (politologi), løgfrøði (almennan rætt) ella sosiologi. Harvið verður møguligt at skipa eina bachelor-útbúgving við denti á fyrisiting, sum byggir á føroyskar fyritreytir. Føroyska embætisverkið hevur størri leiklut nú enn fyrr, og tí er sjálvsagt at tryggja okkum, at starvsfólkið hjá tí almenna verður útbúgvið eftir føroyskum fyritreytum. Verður føroyska rættarskipanin broytt í sambandi við endurskipan av viðurskiftunum við Danmark, so er alneyðugt at skipað verður fyri eini heilari føroyskari løgfrøðiligari kandidatútbúgving. Sama er, um vit skulu gera okkum nakra vón um at einfalda fyrisitingina, so kunnu vit ikki byggja á lóggávusiðvenju úr stórum londum.[75. 1 Samstarv við onnur lond, stovnar og felagsskapir innan útbúgvin. 1 Innleiðandi um studentaflytfør. Ein týdningarmikil liður í útbúgving er at kunna seg um ymsu rákini innan egið fakøki. Hetta kann verða gjørt gjøgnum bøkur, tíðarrit, fjarsamskifti o.s.fr., men hetta kann eisini verða gjørt við at fara út í nýggj og øðrvísi umhvørvi í styttri ella longri tíðarbil. Soleiðis, sum útbúgvingarskipanirnar eru uppbygdar í dag, er gjørligt at flyta millum lærustovnar og arbeiðspláss í ymsum londum og taka partar av útbúgvingini, so tað til samans verður ein heild. Hetta er tað, vit vanliga skilja við heitinum studentaflytføri. Sama kann nýtast um granskarar og undirvísarar, sum í styttri ella longri tíð eru á fremmandum lærustovni, bæði fyri at geva frá sær av síni vitan, men eisini fyri at vinna sær nýggjan kunnleika og nýggjar tilgongdir. Nógvar forðingar eru, sum gera tað trupult at flyta millum útbúgvingarstovnar í ymsum londum, eitt nú tí striltið er at fáa útbúgvingarstovnar at viðurkenna nám ella heilar útbúgvingar hvør hjá øðrum. Men gongdin seinastu árini hevur verið, at londini, vit vanliga samskifta við, leggja áherðslu á at bróta niður hesar forðingar, so tað gerst lættari at flyta útbúgvingarpartar millum stovnar. Útbúgvingarstovnarnir hava tí verið noyddir at hugsa um egnar útbúgvingar av nýggjum og í ávísan mun at laga seg eftir, hvussu útbúgvingar eru skipaðar í øðrum londum. Her eiga Føroyar ikki at standa uttanfyri, serstakliga ikki tá hugsað verður um avmarkaða tilfeingið, vit sjálv hava at ráða yvir. Politiskt verður hetta eisini staðfest í samgonguskjalinum, sum fólkaflokkurin, tjóðveldisflokkurin og sjálvsstýrisflokkurin undirskrivaðu 9. mai 1998. Har stendur m.a., at: ”Førdur verður ein útbúgvingarpolitikkur, sum eggjar ungdómi at nema sær útbúgving eisini uttan fyri Norðurlond”. 2 Krøv í sambandi við flytføri. Útlendskir lærustovnar seta teimum, sum søkja um upptøku, ymisk krøv. Hetta eru faklig upptøkukrøv, váttan um málsligan kunnleika og ofta eisini um trygd fyri fígging. Til at lætta um hjá næmingum og lesandi, ið ynskja at flyta ímillum lærustovnar, er tað ein avgjørdur fyrimunur, at stovnarnir nýta góðkendar samskiftisskipanir, t.d. ECTS-skipanina[76], at greiða frá undirvísingarinnihaldinum. ECTS-skipanin lættir munandi um, tá nám og útbúgvingar skulu góðskrivast, tí farið verður burtur frá samanberingum av smálutum. Í staðin verður gjørd ein heildarlig meting av fakligum innihaldi, arbeiðsbyrðu og førleika hjá næmingunum (próvtøl). Heimauniversitetið, sum skal góðskriva lesturin burturi, skal út frá hesum góðkenna ætlanina, áðrenn hin lesandi fer burtur á onnur universitet, so hann veit frammanundan, hvat hann fær góðskrivað. Um endaligt prógv skal fáast frá útlendska lærustovninum, skal greiðast frá føroysku útbúgvingini, og tað, sum higartil er staðið, skal góðskrivast – meriterast. Her er neyðugt, at føroysku útbúgvingarstovnarnir gera kunnandi tilfar á útlendskum máli (fyrst og fremst á enskum), har greitt verður frá stovnunum og undirvísingini/granskingini á staðnum. Fyri eisini at kunna bjóða fremmandum næmingum og lesandi til Føroya at taka partar av útbúgvingum, má undirvísing vera á øðrum máli enn føroyskum, og onnur viðurskifti sum eitt nú býli, framhaldandi kunning og vegleiðing og fígging mugu fáast til vegar. 3 Studentaflytføri í Føroyum í da. Tað er serstakliga innan hægru útbúgvingarnar, at tosað verður um studentaflytføri. Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya kunnu t.d. taka partar av útbúgvingum á útlendskum lærustovnum, og útlendingar kunnu koma higar at taka partar av útbúgvingum. Tað vanligasta í løtuni er, at tey lesandi antin taka heilar útbúgvingar í Føroyum ella taka fyrsta part av eini útbúgving her, og so seinna part í Danmark ella í øðrum landi. Bert fá taka t.d. eina lestrarhálvu burturi, sum annars er vanliga mynstrið aðrastaðni. Lesandi á Sjúkrasystraskúlanum og Læraraskúlanum fara, sum liður í útbúgvingini, í størri mun enn tey lesandi á Fróðskaparsetrinum burtur í styttri tíðarskeið. Tað eru fleiri, sum fara út í heim í starvsvenjing, serstakliga í Norðurlondum, men eisini út um Norðurlond. Vanligast er, at hesi taka ástøðiliga partin av útbúgvingini í Føroyum, men eisini her ber til at flyta millum lond. Læraraskúlin hevur við jøvnum millumbilum útlendsk lesandi á skúlanum. Eisini er gjørligt hjá undirvísarum at skifta millum stovnar í nakrar vikur ella heilt upp í fleiri lestrarhálvur. Ein annar bólkur eru ph.d.-studentarnir. Hesi eru í granskaraútbúgving, har tað beinleiðis er kravt, at tey í ávíst tíðarskeið skulu vera í fremmandum granskingarumhvørvi. Í flestum førum gongur ph.d.-studenturin til undirvísing og granskar á útlendskum universiteti í minsta lagi eina lestrarhálvu. 4 Hvagar fara føroyingar at lesa. Flestu føroyingar velja í dag at útbúgva seg í Danmark (93%). Av teimum, ið lesa uttan fyri Norðurlond, er størsti parturin fólk, ið eru undir ÚSUN- skipanini (t.e. fáa stuðul frá Stuðulsstovninum eftir serligari skipan til lestur uttan fyri Norðurlond), og tey, sum eru við AFS. (Sí bind 2. Talvan niðanfyri vísir, hvar tey, sum ikki eru í Danmark, lesa[77]. Talva 13 Føroyingar sum ikki lesa í Danmark. Heimild: Stuðulsstovnuri. 5 Ymiskir hættir at samskipa útbúgvinga. Útbúgvingar kunnu veitast á einum ávísum útbúgvingarstaði, ella útbúgvingar kunnu setast saman av pørtum frá fleiri ymiskum útbúgvingarstøðum. T.d. kunnu serútbúgvingar verða tiknar aðrastaðni enn grundútbúgvingar. Í høvuðsheitum eiga vit í Føroyum í øllum førum at veita so góðar grundútbúgvingar sum gjørligt. Tá tað snýr seg um serútbúgvingar og eftirútbúgvingar, má metast um, hvat loysir seg betur – at fáa avtalur í lag við útbúgvingarstovnar uttanlands, sum frammanundan veita hesar útbúgvingar, ella at gera tær í Føroyum. Fyrimunirnir við at senda næmingar út í heim at útbúgva seg eru, at teir koma út í fremmant umhvørvi at virka og læra onnur mál og aðra mentan. Hetta er mennandi fyri einstaka næmingin og ein fyritreyt fyri samfelagsligari altjóðagerð. Fyrimunir við at gera útbúgvingar á føroyskum útbúgvingarstovnum, og møguliga fáa lærarar uttaneftir at undirvísa, eru m.a., at tað virkar við til at skapa umhvørvi heima hjá okkum sjálvum og lyfta stigið á okkara egnu útbúgvingarstovnum og í samfelagnum sum heild. Í báðum førum er av avgerandi týdningi, at útbúgvingarstovnarnir eru sinnaðir at hugsa og virka altjóðaliga, knýta sær bond til útbúgvingarstovnar í øðrum londum og virka fyri, at samstarvsavtalur og samskiftisskipanir eru í lagi. 6 Fjarundirvísin. Ein annar háttur at samskipa útbúgvingar altjóðaliga og í Føroyum er at nýta fjarundirvísing.[78] Fyri eitt fjarskotið land sum Føroyar er hetta ein sjálvsagdur møguleiki at samvirka við útbúgvingarstovnar uttanlands og at gagnnýta tilfeingið, vit hava, enn betur. Nógv bendir á, at ein vaksandi partur av allari undirvísing fer at verða framdur sum fjarlestur. Altjóðagerð av útbúgvingarverkinum og støðugt broyttu samskiftishættirnir millum útbúgvingarstovnar gera møguleikan fyri fjarundirvísing serliga sjálvsagdan. Lættari verður at leggja útbúgvingar til rættis í samráð og í sambandi við stovnar uttanlands, og vit verða soleiðis før fyri at fáa eitt fjølbroyttari útbúgvingarútboð eins og samstarvsfelagarnir kunnu gerast fleiri – og í teoriini vera staddir kring allan knøttin. Somuleiðis fáa vit møguleika at bjóða okkum sjálv fram innan øki, har vit eru sterk. Eisini verður gjørligt, at føroyskir útbúgvingarstovnar í størri mun samstarva sínámillum, so vit gagnnýta undirvísingartilfeingið betur. Fyri einstaka næmingin merkir hetta størri smidleika – næmingar fara betur at kunna leggja útbúgvingargongdina til rættis eftir egnum tørvi, og skift kann verða ímillum at vera til staðar á egnum lærustað/-stovni ella aðrastaðni í Føroyum, uttanlands ella heima við hús. Trupulleikarnir við fjarundirvísing eru ikki so nógv av tøkniligum slag longur, men aloftast er talan um vantandi orku til tilrættalegging av fjarundirvísingartilboðum og gerð av nøktandi undirvísingartilfari. Royndir aðrastaðni vísa, at sum heild gerst arbeiðsbyrðan hjá starvsfólki á undirvísingarstovnum, ið hava fjarundirvísing á skránni, væl tyngri[79]. Ein av høvuðsspurningunum í sambandi við fjarundirvísing verður tí sjálv tilrættaleggingin av frálærutilfarinum. Hvør ið skal stíla fyri at gera tilfar, og í hvussu stóran mun vit vilja nýta nýggjastu tøknifrøðina. Her kundi verið hugt at øðrum londum – t.d. Noregi – sum hava royndir á økinum. Ein annar spurningur er, hvørjum málbólkum vit vilja venda fjarundirvísingar-tilboðunum ímóti, og hvørjar lærugreinir vit kunnu/eiga at bjóða og á hvørjum stigi[80]. 7 Hjálp til tey, sum fara út í heim. Tey, sum fara út í heim, eiga at fáa holla vegleiðing um bæði faklig og praktisk viðurskifti. Faklig ráðgeving er ein neyðugur og týdningarmikil liður, tá støða verður tikin til, hvagar ein skal fara. Vegleiðing um meira almenn viðurskifti sum samstarvsavtalur, góðskrivingar og krøv frá útlendsku lærustovnunum eru av stórum týdningi fyri tann, ið fer avstað. Óneyðug tíð eigur ikki at fara við at skula fáa greiðu á eitt nú bústaðar- og fíggjarviðurskiftum, samstundis sum byrjað verður upp á eitt stutt lestrarskeið í fremmandum landi. Hesi viðurskifti eiga tí at vera í lagi, áðrenn farið verður úr Føroyum. Í stuttum kann sigast, at trý støð eru, sum skulu hava orku til at hjálpa teimum lesandi o.ø., sum fara avstað: • Lærustovnurin, tann lesandi er innskrivaður á í Føroyum, sum skal ráðgeva fakliga. Allir skúlar hava í dag í størri ella minni mun lestrarvegleiðing og fakliga ráðgeving. Hesum eiga undirvísararnir, sum hava vitanina um og sambondini við starvsfelagar og fakøkir uttanlands, at taka sær av. • Stuðulsstovnurin, sum skal veita neyðuga upplýsing um fíggingarmøguleikar í Føroyum. • Altjóða skrivstovan, sum í samstarvi við lærustovnar í Føroyum og uttanlands skal hjálpa og vegleiða um øll viðurskifti. Víst verður til kap. 6.7 á síðu 126. 2 Netverk innan gransking og útbúgvin. 1 Útbúgving og gransking innan norðurlendska samstarvi. Norðurlond eru natúrligu samstarvsfelagar hjá Føroyum á útbúgvingarøkinum. Nógv flestu føroysku lesandi uttanlands útbúgva seg har, og somuleiðis hava verandi føroysku granskingarumhvørvini tætt tilknýti til granskingarumhvørvi í hinum Norðurlondum. Útbúgvingarsamstarvið ímillum Norðurlond er staðfest í ”Nordisk Overenskomst om fri adgang til højere uddannelse”, sum enn ikki er lýst at galda fyri Føroyar. Útbúgvingar- og granskingaramstarvið undir Norðurlandaráðnum er eitt slag av yvirbygningi til tær “innlendsku” skipanirnar. Samanlagda samstarvið er ikki úrslit av einum miðvísum útbúgvingar- og granskingarpolitikki, men er vorðið til so við og við. Tí eru nógvir stovnar í hesum samstarvi átøkir einum slagi av “sektor-granskingarstovnum”. Hinvegin eru ávísir partar av samstarvinum undir Norðurlandaráðnum greið úrslit av miðvísum politikki. Henda lýsingin leggur tí størsta dentin á teir víðfevdastu partarnar av útbúgvingar- og granskingarsamstarvinum innan Norðurlandaráðið, sum kunnu hava føroyskan áhuga. 1 Gransking innan norðurlendska samstarvi. Granskingarsamstarvið innan karmarnar hjá Norðurlandaráðnum fevnir víða, og sumt hevur ivaleyst ikki enn stóran áhuga í Føroyum, eitt nú gransking í asiatiskum viðurskiftum (NIAS). Hinvegin fer norðurlendsk gransking fram, sum størri áherðsla átti at verið á í Føroyum. Norðurlendsk gransking í rúsevnismisnýtslu er samskipað í NAD, fjølmiðlagranskingin í NORDICOM og jarðfrøðiliga granskingin við serligum denti á eldgos í NORVOLC. Arktiska granskingarætlanin hjá Norðurlandaráðnum fevnir um arktisk og lágarktisk øki og snýr seg um skjótar náttúrubroytingar, t.e. broytingar gjøgnum ein mansaldur, sum hava avgerandi ávirkan á livilíkindini í Norðurlondum. Serliga umráðandi granskingarevni eru tær týdningarmiklu tilgongdirnar í miðdeplinum í ringrásini hjá heitum og køldum sjógvi í heimshøvunum, sum er í Norðuratlantshavi. Ætlanin leggur dent á, at dyggari luttøka úr m.ø. Føroyum hevði økt munandi um førleikan hjá norðurlendsku havgranskingini.[81] Júst føroysk havfrøði hevur nakað serligt at bjóða fakliga og landafrøðiliga, sum ger hana áhugaverda í altjóða høpi. Aðrir partar av samstarvinum umfata samfelagslig viðurskifti. Eitt nú tvørvísindaliga granskingin á Norðurlendska stovninum fyri kvinnu- og kynjagransking (NIKK) í Oslo. Endamálið við stovninum er at seta í gongd, fremja og samskipa kynja- og kvinnugransking í Norðurlondum og gera hana sjónliga í altjóða høpi. NIKK hevur t.d. nýliga givið út bókina Likestilte demokratier – Kjønn og politikk i Norden. Nordregio varð stovnað í 1997 sum avloysari fyri gomlu skipanirnar NordREFRO, Nordplan og NORGAN. Endamálið við stovninum er at skapa eitt haldgott norðurlendskt útbúgvingar- og granskingarumhvørvi við denti á at samanbera norðurlendskt og evropeiskt perspektiv. Granskingarøkini hjá Nordregio eru hesi. 1. Norðurlendsk samfelagsviðurskifti. (Dentur verður lagdur á styrki og sereyðkenni hjá norðurlendsku samfeløgunum, sum kunnu hava áhuga hjá øðrum londum í Evropa.). 2. Regionalir spurningar á evropeisku dagsskránni. (Dentur verður serliga lagdur á broytingar í viðurskiftunum millum bý og bygd, á broytingar í samferðsluni og á broytingar í umhvørvinum.). 3. Hvussu ávirka politikkur og ráðlegging regiónirnar. (Dentur verður serliga lagdur á, hvønn leiklut ráðlegging hevur í mun til t.d. marknaðarkreftir og ávirkan uttaneftir, á hvørja ávirkan integratiónin í ES hevur á Norðurlond, og á hvørja ávirkan altjóða handilsligar liberaliseringar [t.d. WTO-avtalan] hava á regiónirnar). 4. At menna amboð til regionalar greiningar. (Dentur verður serliga lagdur á at menna amboð til greiningar av útjaðaraøkjum og amboð at samanbera data fyri búskaparliga og sosiala menning í norðurlondum og grannalondunum). Samstarvið í Nordregio kann fáa stóran týdning fyri Føroyar í framtíðini, tí føroysk áhugmál falla væl saman við øllum granskingarøkjum hjá stovninum. Í løtuni hava Føroyar eygleiðarastøðu í Nordregio. Norðurlendska granskaraútbúgvingin (Nordisk Forskerutdanningsakademi – NorFA) varð sett á stovn í 1991. NorFa hevur til endamáls at stuðla og menna gransking og samstarv ímillum norðurlendsar granskarar og granskarar úr sonevndu “nærumhvørvunum”[82] hjá Norðurlondum. Í teimum førum, har granskingarumhvørvið er lítið, skal NorFA virka fyri at menna netverkini ímillum granskararnar. NorFA skipar fyri málrættaðum styttri skeiðum fyri granskarum ella granskaralesandi (ph.d.’arum), sum ískoyti til dagliga granskingarumhvørvið. NorFA tillutar hinvegin ikki granskingarstyrkir. Norðurlendski stovnurin fyri sjórætt (NifS) tekur sær av gransking og útbúgving innan sjórætt, flutningsrætt og olju- og gassrætt. Dentur verður lagdur á at menna norðurlendskar skipanir innan hetta øki og arbeiða fyri at staðfesta tær í altjóða høpi. Somuleiðis verður dentur lagdur á at fremja norðurlendsku sjónarmiðini innan hetta økið í ES-samstarvinum. Dentur verður eisini lagdur á at menna og styrkja netverkini ímillum stovnar og persónar, ið arbeiða innan hetta økið í Norðurlondum. Mett verður, at hetta samstarvið kann fáa stóran týdning fyri Føroyar, bæði í sambandi við eina møguliga frálandsvinnu og í sambandi við møguligar ríkisrættarligar broytingar í viðurskiftunum við Danmark. Afturat omanfyrinevndu stovnunum er norðurlendska granskingarpolitiska ráðið (FPR), sum er ráðgevi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í øllum spurningum viðvíkjandi langtíðar granskingarpolitiskum spurningum. FPR tekur sær somuleiðis av at vinna frama fyri norðurlendskum samstarvi á granskingarøkinum. Í fjør avgjørdi Norðurlendska Ráðharraráðið, at FPR skuldi gera meira burtur úr arbeiðinum viðvíkjandi eftirmetingarskipanum og dygdarmenning. Føroyar eru við í hesum samstarvinum, og í 1997 gjørdi FPR tvey álit um gransking og granskingarpolitikk í Føroyum og Grønlandi. Umframt hesar stovnar fer nógv annað granskingarsamstarv fram, har Føroyar eru umboðaðar á jøvnum føti við hinar tjóðirnar. Eitt nú í NORNA, norðurlendska navnagranskarasamstarvinum, sum hevur til endamáls at skipa fyri samskifti millum navnagranskarar og at stíla fyri navnagranskararáðstevnum. Norðurlendska orðabókafelagið, Nordisk Forening for Leksikografi, sum er stovnað í 1990 og sum Norðurlandaráðið lutvíst fíggjar, heldur somuleiðis ráðstevnur annað hvørt ár og í 2001 verður hon væntandi hildin í Føroyum. Í 1995 vórðu hugvísindaligar og samfelagsfrøðiligar granskingarætlanir fyri árini 1996-2000 settar í verk, eitt nú um norðurlendskar bókmentir og lívsfatan og um politisk virði og sosialu stovnarnar. 2 Útbúgving innan norðurlendska samstarvi. Í 1996 varð avtala gjørd millum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki um javnbjóðis atgongd til hægri lestur hjá fólki í nevndu londum við lærustovnarnar hjá hvør øðrum (“Nordisk overenskomst om fri adgang til højere uddannelse”). Í avtaluni binda partarnir seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur og búgva í einum øðrum Norðurlandi, javnbjóðis atgongd til hægru lærustovnarnar í teimum 5 londunum. Avtalan tilskilar, at Danmark, Finnland, Noreg og Svøríki skulu gjalda 22.000 dkr. um árið fyri hvønn lesandi. Gjørt verður upp árliga, hvussu nógv lesandi hvørt landið hevur í einum øðrum landi, og síðan verða netto- útreiðslurnar ella netto-inntøkurnar mótroknaðar í upphæddini sum hvørt landið rindar til Norðurlandaráðið. Ísland er undantikið frá hesi regluni, og tí rindar landið einki fyri javnbjóðis atgongdina til hægru lærustovnarnar í hinum Norðurlondunum. Føroyingar hava higartil verið partur av norðurlendsku samstarvsavtaluni ígjøgnum Danmark, sum harvið hevur goldið fyri teir føroyingar, sum lesa í hinum Norðurlondunum. Nakað av ónøgd hevur verið við avtaluna; serliga Danmark og Svøríki hava funnist at henni. Til dømis hevur verið mett, at gjaldið DKK 22.000 er ov lítið, men funnist hevur eisini verið at, at ov nógv fremmand lesandi eru komin til Danmarkar og Svøríkis fyri at taka útbúgvingar, sum eru dýrar og avmarkaðar í tali. Eitt dømi eru norsk læknalesandi í Danmark. Um ríkisrættarligu viðurskiftini við Danmark verða broytt, mugu Føroyar koma við í hesa norðurlendsku samstarvsavtaluna. Núverandi avtalan fer úr gildi 31. desember 1999, og tí er ógreitt, hvør møguligi kostnaðurin gerst fyri Føroyar. Um Ísland framvegis sleppur undan at gjalda fyri síni lesandi, skuldi hesin spurningurin ikki verið trupul. Men hóast Ísland møguliga skal rinda eitt ávíst gjald, verður mett, at møguleikin skuldi verið góður fyri, at Føroyar sleppa undan gjaldinum. Hetta er kortini ein samráðingarspurningur. Mest sannlíkt er, at verandi avtala verður longd í 2 ár í verandi líki. NORDPLUS-skipanin. NORDPLUS-skipanin varð sett á stovn í 1988, og endamálið við skipanini er at økja um flytføri hjá lesandi og lærarum ímillum norðurlendskar útbúgvingarstovnar. NORDPLUS-skipanin var ætlað sum eitt norðurlendskt alternativ til ES-mobilitetsskipanirnar, og hon er sett saman av tveimum skipanum: NORDPLUS-junior (sum miðar ímóti miðnámsútbúgvingunum) og NORDPLUS (sum miðar ímóti hægri lærustovnum). 1. NORDPLUS-junior virkar fyri næminga- og læraraumbýti, har miðnámsskúlar í Norðurlondum gera sínámillum samstarvsavtalur. Umbýtið skal í minsta lagi vara 2 vikur og í mesta lagi 2 mánaðir. Næmingarnir fáa skúlagongdina góðskrivaða sum ein part av útbúgvingini á heimaskúlanum. Søkjast kann um studning til umbýti 2 ferðir um árið, og skipanin rindar ferðaútreiðslur á bíligasta hátt og til eykaútreiðslur í sambandi við uppihaldið. Lærarar kunnu eisini fáa studning til ferð og uppihald á skúlanum, sum setanarskúlin samstarvar við. Eisini her er umbýtistíðarskeiðið í minsta lagi 2 vikur og í mesta lagi 2 mánaðir. 2. NORDPLUS er grundað á netverkavtalur millum útbúgvingarstovnar. Netverkini søkja um studning frá Norðurlendska Ráðharrastovninum vegna limirnar. Studningur verður latin lesandi og lærarum, bæði til umbýti og uppihald á einum av stovnunum í netverkinum. Studningurin er settur saman av føstum upphæddum, sum eru ískoyti til ferða- og uppihaldsútreiðslur. Netverkini síggja eisini til, at skipað verður fyri intensivskeiðum, og ráðharraráðið letur studning til skipan av netverki og menningararbeiði. Í løtuni er eingin samlað skráseting av teimum næmingum, ið nýta NORDPLUS- skipanina. Mælt verður til, at hetta verður gjørt. 2 Samstarv innan útbúgving og gransking í ES-høp. 1 Gransking í E. Granskingarætlanirnar í ES-høpi eru í høvuðsheitum innan fyri sokallaðu Fimtu Rammuætlan fyri gransking og tøkniliga menning. Fimta Rammuætlan er ein av háráðfestingunum hjá ES við eini fíggjarætlan fyri tey 5 árini upp á 13,7 milliardir evrur (tað er góðar 100 mia. dkr.). Fimta Rammuætlan byrjaði í 1998 og gongur fram til ár 2002. Hon er býtt upp í hesar 8 granskingarætlanirnar. 1. Quality of life and management of living resources (Vælferð og umsiting av livandi tilfeingi) 2. User-friendly information society (Brúkaravinarligt kunningarsamfelag) 3. Competitive and sustainable growth (Kappingarførur og burðardyggur vøkstur) 4. Energy, environment and sustainable development (Orka, umhvørvi og burðardygg menning) 5. Confirming the international role of Community research (ES gransking í altjóða høpi) 6. Promotion of innovation and encouragement of SME[83] participation (At fremja nýskapan og luttøku hjá smáum og miðalstórum virkjum) 7. Improving human research potential and the socioeconomic knowledege base (At bøta um mennskjansligu granskingarmøguleikarnar og vitan um samfelagsbúskaparligar spurningar) 8. Research and training ind the field of Nuclear Energy (Gransking og upplæring um kjarnorku. Mett verður, at punktini 1, 4 og møguliga eisini pkt. 5 og partar av punktunum 2 og 3 kunnu vera áhugaverd fyri Føroyar. Pkt. 6 miðar fyrst og fremst eftir at fáa fleiri fyritøkur upp í núverandi innovatións-netverkini í ES-limalondunum. Somuleiðis verður miðað eftir at samansjóða úrslitini frá hesi ætlan við aðrar innovatiónsætlanir innan Fimtu Rammuætlan. Tí verður ikki mett, at hetta punktið hevur áhuga fyri Føroyar. Heldur ikki verður mett, at Føroyar kunnu vera við í pkt. 7, tí tað miðar fyrst og fremst ímóti at stuðla bestu granskingarnetverkunum í ES- limalondunum, m.a. við at bøta um møguleikarnar at fáa ungar granskarar til tey. Hinvegin kunnu granskingarúrslitini frá hesi ætlan verða rættiliga áhugaverd fyri Føroyar. Pkt. 2 miðar fyrst og fremst ímóti at menna nýggja kunningartøkni. Ein partur av granskingarætlanini miðar ímóti grundgransking í ídnarligari kunningartøkni, ein annar partur miðar ímóti granskingarsamskifti (research infrastructures), meðan triði parturin miðar ímóti gransking í nýggjari brúkaravinarligari tøkni til allar partar av samfelagnum. Punktið snýr seg sostatt um hátøkniliga gransking, og tí hevur ætlanin ikki beinleiðis føroyskan áhuga, hóast tað ikki skal útilokast, at føroysk virki kanska kundu funnið onkra ”nichu” í ætlanini. Hinvegin kunnu granskingarúrslitini vera serstakliga áhugaverd fyri Føroyar, um tey annars eru atkomulig. Pkt. 3 fevnir eisini fyrst og fremst um hátøkniliga vinnurættaða gransking. Ein partur av granskingarætlanini miðar ímóti at styrkja framleiðslustýringina hjá virkjum við m.ø. gransking í “mikro og nano”- tøkni, og hvussu nýggja tøknin kann virka saman við og menna verandi framleiðslufyritøkur. Somuleiðis skal granskast í menning av nýggjum hátøkniligum framleiðslutilfari. Ein annar partur av granskingarætlanini er um gransking í burðardyggum flutningsskipanum í Evropa, bæði á landi, á sjógvi og í luftini. Her snýr ein partur av ætlanini seg um menning av hátøkniligum skipum, og hetta kann sjálvandi hava føroyskan áhuga. Men annars verður ikki mett, at henda ætlanin hevur føroyskan áhuga. Undir pkt. 1 er ein granskingarætlan, ið nevnist “Sustainable agriculture, fisheries and forestry”. Hugtakið “burðardyggur fiskiskapur” er við at vinna frama á altjóða støði, og tí miðar henda ætlan m.a. ímóti at menna burðardygga framleiðslutøkni. Hetta merkir bæði reiðskap, veiðutól og framleiðslutól. Hóast talan møguliga ikki verður um beinleiðis føroyska luttøku, eru granskingarúrslitini av sera stórum áhuga fyri Føroyar, tí tey kunnu gerast grundarlag fyri framtíðar ES-krøvum til fiskiútflytaralond. Pkt. 4 hevur serligan føroyskan áhuga, tí tað snýr seg m.a. um granskingar- verkætlanir[84] sum í innihaldi eru átøkar BIOFAR-verkætlanini. Ætlanin snýr seg um gransking í veðurlagsbroytingum og hvørja ávirkan hetta hevur á samansetingina av lívinum í hav- og landumhvørvinum. Ein serstakur partur av ætlanini snýr seg um “burðardygg havumhvørvi (“sustainable marine ecosystems”). Ætlanin miðar m.a. eftir at útvega størri vitan um havumhvørvið og at menna burðardyggar ætlanir fyri, hvussu tilfeingið úr havinum kann verða gagnnýtt. Í pkt. 5 eru nakrar verkætlanir, sum møguliga kunnu hava føroyskan áhuga, tí tær snúgva seg um samstarv við triðjalond. Ætlanin miðar m.a. eftir at arbeiða fyri størri samskipan og samstarvi í felags granskingarøkjum millum ES-lond og lond uttan fyri ES – bæði í eysturheiminum, kring miðalhavið og menningarlond.[85] Aðrir partar av ætlanini snúgva seg um at skapa betri møguleikar fyri ungar granskarar úr londum uttan fyri ES at fáa atgongd til granskarastørv innan hesa granskingarætlan. Luttøkutreytir Luttøka í granskingarverkætlanunum er ikki endiliga heft at ES-limaskapi. Sæð úr einum føroyskum sjónarhorni er tað tí umráðandi at fáa eina avtalu við ES á útbúgvingar- og granskingarøkinum ella at gerast limur í einum altjóða felagsskapi, sum hevur eina slíka avtalu við ES. Treytirnar fyri luttøku í granskingarætlanunum eru ymiskar, alt eftir hvat slag av ætlanum tað snýr seg um. Summar ætlanir eru serliga vendar ímóti ES- samstarvi við lond uttan fyri ES (sí omanfyri), meðan aðrar miða ímóti regionalum samstarvi í ES-høpi. Felags fyri allar ætlanirnar er, at luttøka ofta er treytað av, at talan er um granskingarætlanir, sum fevna um fleiri granskingarstovnar (netverk), og at fleiri ES-lond skulu vera við í hesum netverkum. Talan kann bæði verða um, at nýggir stovnar koma upp í gomul skipað netverk, og um nýggj netverk, sum verða miðlað gjøgnum kunningarskipanir undir granskingarætlanunum. Flestu verkætlanirnar fyri 1999 fara av bakkastokki í vár, og freistirnar fyri sjálvstøðugum granskingarætlanum eru fyri tað mesta úti í juni mánaði. Næsta umfar er á vári í ár 2000. 2 Útbúgvingarsamstarv í E. Eins og Rammuætlanirnar fyri gransking hjá ES eru settar saman av ætlanum, sum eru avmarkaðar til ávís endamál, eru útbúgvingarætlanirnar eisini víðfevndar. Tær fevna um øll ES-londini, EØS-londini og nøkur lond afturat (Kýpros, Kekkia, Slovakia, Póland, Rumenia, Estland, Lettland, Litava og Ungarn). Tær størstu eru netverksætlanirnar Socrates og Leonardo da Vinci. Harumframt koma m.a. mobilitetsstyrkirnir undir Jean Monnet-ætlanini, arbeiðsmarknaðarátøkini undir Employment-ætlanini og Tempus-ætlanin, ið er vend móti Eysturevropa. Socrates, sum er størsta ætlanin, er í trimum pørtum. 1. ERASMUS, sum er stuðul til netverkssamstarv millum hægri útbúgvingarstovnar og mobilitetsstyrkur til lesandi. 2. COMENIUS, sum er stuðul til skúlasamstarv yvir landamørk og umbýti av lærarum. 3. LINGUA, sum er stuðul til undirvísing í fremmandamálum. Ætlanin fevnir m.a. um stuðul til útbúgving og eftirútbúgving av mállærarum, stuðul til umbýti av komandi mállærarum, fjarundirvísing og skapan av netverkum ímillum undirvísingarstøð. Ætlanin fevnir um málini: danskt, flamskt, enskt, finskt, franskt, týskt, grikskt, italskt, portugisiskt, spanskt, svenskt, gæliskt (írskt) og letzemburgskt (luxemburgskt). Harafturat koma norrønu málini norskt og íslendskt. Serligur dentur verður lagdur á mál, ið lítið verða tosað. Leonardo da Vinci-ætlanin vendir sær serliga til arbeiðsmarknaðarútbúgvingar við serligum denti løgdum á undirvísing í nýggjari tøkni, á flytføri hjá næmingum og lærarum og á málundirvísing. Eisini er gjørligt hjá skúlum at søkja um stuðul í sambandi við skipan av nýggjum lærugreinum. Luttøkutreytir Útbúgvingarætlanirnar miða fyri tað mesta eftir útbúgvingarstovnum, men summar av teimum kunnu eisini nýtast av privatum fyritøkum. Socrates fevnir fyrst og fremst um netverkssamstarv millum útbúgvingarstovnar. Hinvegin kann stuðul eisini veitast frá Leonardo da Vinci-ætlanini til verkætlanir og privatar fyritøkur, ið arbeiða við útbúgvingarverkætlanum. 3 Samstarv við altjóða felagsskapi. Greitt er, at alt føroysk samstarv við altjóða felagsskapir á útbúgvingarøkinum má fara fram eftir eini greiðari raðfesting, alt eftir hvørjir felagsskapirnir eru og hvat slag av samstarvi talan er um. Av somu orsøkum er helst best, um valt verður at avmarka samstarvið til nakrar fáar altjóða felagsskapir við stórum og víðfevnandi virksemi. Henda avmarking er eisini gjørd í hesum tekstinum, sum bert viðger útbúgvingarfelagsskapin hjá ST (UNESCO). Ein hin mest umráðandi altjóða felagsskapurin á útbúgvingarøkinum er útbúgvingarfelagsskapurin hjá ST – UNESCO (United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization). Felagsskapurin varð stovnaður í 1945, og í dag eru 186 sjálvstøðug lond limir. Harafturat hevur UNESCO fast samstarv við yvir 500 sonevndar NGO-felagsskapir (Non-Governmental Organizations). Høvuðsskrivstovan hjá UNESCO er í París. Í mun til aðrar ST-felagsskapir, har bygnaðurin kann vera rættuliga stirvin, miðar bygnaðurin í UNESCO eftir at miðfirra virksemið. Tí skulu øll limalondini hava eina sokallaða “UNESCO-limanevnd” (National Comission), ið tekur sær av samskiftinum ímillum høvuðsskrivstovuna og limalondini. Somuleiðis skulu limanevndirnar tryggja samskiftið ímillum UNESCO og teir stovnar[86] og tey feløg[87] í sínum egna landi, sum á einhvønn hátt hava áhuga í arbeiðnum hjá felagsskapinum. UNESCO er einasti ST-felagsskapur, ið hevur ein slíkan bygnað. Arbeiðið hjá UNESCO verður lagt til rættis í rammuætlanum, ið vara í 5 ár, har tann núverandi er fyri tíðarskeiðið 1996-2001. Rammuætlanirnar fevna um eina ørgrynnu av virksemi innan fyri karmarnar hjá felagsskapinum, og her eru granskingarætlanirnar ein týðandi partur. Umframt at fíggja granskingarætlanir er uppgávan hjá UNESCO at fáa úrslit av rannsóknum út til myndugleikar og stovnar í limalondunum. Sjálv granskingin fer fram á granskingarstovnum, ið UNESCO hevur góðkent til at umsita einstøku verkætlanirnar. UNESCO góðkennir bert uppskot, ið koma úr limalondunum, men hinvegin er einki, ið forðar londum uttan fyri felagsskapin at luttaka í verkætlanunum. Dentur verður lagdur á at stuðla granskingarætlanum, ið røkka yvir fleiri ár, heldur enn smærri verkætlanum. 2 MOST- granskingarætlani. Ein av granskingarætlanunum í núverandi rammuætlanini hjá UNESCO er sonevnda MOST-ætlanin. MOST (Management of Social Transformation) hevur til endamáls at menna altjóða samanberandi samfelagsvísindaliga gransking. Í MOST-ætlanini verður dentur lagdur á at skapa eitt burðardygt samanspæl millum granskingina og avvarðandi myndugleikar. Somuleiðis er týdningurin av samfelagsvísindunum í sambandi við politisku tilgongdina ein týðandi partur. Ein av granskingarverkætlanunum innan MOST-ætlanina hevur føroyska luttøku. Hetta er sonevnda Circumpolar Coping Processes Project (CCPP), sum byrjaði í 1996. Endamálið við hesi granskingarverkætlan er at framleiða og menna nýggja vitan um tær avbjóðingar, menniskju í útjaðaranum á norðaru hálvkúlu hava fyri framman. Granskarar úr 9 londum eru við í verkætlanini.[88] Úr Føroyum luttekur Fróðskaparsetur Føroya sum partur av eini samanberandi granskingarverkætlan, ið fevnir um kanningar av nøkrum bygdum í ávikavist Íslandi, Russlandi og Føroyum.[89] Harumframt luttekur ein føroyskur granskari, ið arbeiðir á Roskilde Universiteti eisini í granskingarverkætlanini. Higartil hava tríggjar altjóða ráðstevnur verið hildnar í Danmark, Føroyum og Russlandi. Ein bók[90] er givin út, og tann næsta er á veg. Henda verkætlan hevur fingið stuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum gjøgnum NORA. 4 Samstarv millum Føroyar og aðrar smátjóði. Síðan 1945 hevur gongdin í heiminum verið, at talið av sjálvstøðugum tjóðum er økt almikið. Hetta merkir, at sjálvstøðugu tjóðirnar alsamt gerast minni, og umleið 10 sjálvstøðugar tjóðir eru í dag á stødd við Føroyar ella enn minni. Greitt er, at smátjóðirnar hava felags áhugamál á nógvum økjum, hóast stórur munur kann vera á londunum. Eins og á nógvum øðrum økjum er netverk eisini lyklahugtakið í samstarvinum millum smátjóðirnar. Á henda hátt kunnu vitan og royndir hjá hvør øðrum forða fyri, at kostnaðarmikil mistøk verða gjørd, tá avgerðir skulu takast um, hvørjum leiðum samfelagsliga menningin skal stýrast eftir. Føroyar eru rættuliga frammarlaga í samstarvinum millum smátjóðir. Tá kreppan valdaði í byrjanini av 90’unum, gjørdust Føroyar knappliga áhugaverdar hjá granskarum úr øllum heraðshornum. Eitt av teimum positivu úrslitunum av kreppuni er sostatt nýggja samskiftið við aðrar smátjóðir, og hetta samskiftið er munandi økt seinnu árini. Serliga á granskingarøkinum er samskiftið vorðið til eitt veruligt samstarv, og fremsta úrslitið av tí er ráðstevnan Microstates 99, ið varð hildin í Tórshavn í apríl 1999. 1 Granskingarsamstarv ímillum smátjóði. Tað fyrsta breiða granskingarsamstarvið millum smátjóðir í Norðuratlantshavi byrjaði í 1994, tá Ísland, Isle of Man, Nýfundland og Prince Edwards Island byrjaðu ta sonevndu NAIP-granskingarætlanina (The North Atlantic Island Programme). Seinni komu Áland, Grønland og Føroyar upp í samstarvið. Granskingarætlanin varð skipað undir universitetinum á Prince Edwards Island í Kanada, og hon varð m.a. stuðlað av Norðurlandaráðnum (Nordregio). Innihaldið í ætlanini var hetta. Úrslit úr granskingarætlanini eru m.a. almannakunngjørd í tíðindabrøvunum “Lessons from the Edge”. Umframt sjálv granskingarúrslitini hevur samstarvið eisini økt um samskiftið millum Føroyar og aðrar smátjóðir, sum vit áður ikki høvdu nakað serligt samband við (t.d. Isle of Man). Ráðstevnan Microstates 99 bygdi m.a. á netverkini frá NAIP-verkætlanini. Ráðstevnan var úrslit av einum politiskum ynski um at fáa teir fremstu serfrøðingarnar í smátjóðum til Føroya, og ráðstevnan gjørdist tann fyrsta av sínum slagi, ið einans hevði viðurskiftini hjá smátjóðum á skránni. Ráðstevnan legði størstan dentin á samfelagsfrøðina, meðan hugvísindini (humaniora) vóru veikari umboðað og náttúruvísindini ikki vóru á skránni. Talan var um eina politiska raðfesting, og tí kann ráðstevnan ikki beinleiðis nýtast sum ábending um, at størstu samstarvsmøguleikarnir millum smátjóðirnar á granskingarøkinum eru innan samfelagsfrøðina. Hinvegin er greitt, at nógvir møguleikar eru í einum meira formskipaðum samstarvi á samfelagsfrøðiliga økinum, eitt nú við at byggja víðari á tey netverk, sum eru skapt í sambandi við fyrireikingarnar av Microstates 99. Eisini eigur samstarv innan náttúruvísindaliga gransking t.d. fiski- og havfrøði, og innan hugvísindi at fáa ein størri leiklut í samstarvinum ímillum smátjóðirnar. 2 Útbúgvingarsamstarv ímillum smátjóði. Higartil hevur smátjóðasamstarvið, har Føroyar hava luttikið, eina mest snúð seg um granskingar- og granskarasamstarv. Men sum frá líður skuldi einki forðað fyri, at samstarvið eisini kemur at fevna um ávísar útbúgvingar - fyrst og fremst útbúgvingar við serligum atliti at smátjóðum og oyggjalondum.[91. Útbúgvingarsamstarvið kann skipast í modulum, har nakrar lestrarhálvur verða tiknar á einum stað og aðrar á øðrum stað. Eisini er sjálvsagt at nýta fjarundirvísing sum part av undirvísingini. Eitt hugskot kundi verið at fingið UNESCO til at stuðlað fyriskipan av felags útbúgvingum ímillum smátjóðir.[92. 3 Niðurstøð. Støðugt vaksandi altjóðagerð setur føroyska samfelagnum nýggjar avbjóðingar í framtíðini. Kunningartøkni og altjóða samstarvsavtalur bróta niður mørk og forðingar millum lond og fólk í heiminum. Persónar, vørur, tænastur og kapitalur fáa alt meira frítt at fara á heimsmarknaðinum. Um bert fá ár verður heilt vanligt, at fólk, sum søkja sær starv, skulu kunnu vísa á, at tey hava tikið part av útbúgving síni í øðrum landi enn høvuðsútbúgvingarlandinum. Tey, sum ikki hava verið úti og lært seg annað mál og kunnað seg um aðra mentan, verða verri fyri í kappingini um arbeiðsplássini. Fær føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki eins vælútbúgvið fólk sum londini kring okkum, versnar kappingarføri okkara á tí økinum, vit annars føra fram skal verða okkara styrki, nevniliga tann vælútbúna arbeiðsstyrkin. Soleiðis sum altjóða útbúgvingarmarknaðurin sær út í dag í mun til fyri bert 10 árum síðani, er sannlíkt, at vit noyðast at taka eyka tøk heilt skjótt, skulu vit ikki gerast eftirbátar í Føroyum. Innan alt fleiri útbúgvingar er vanligt, at ein stórur partur av hvørjum árgangi fer á útlendskan lærustovn í 1-2 lestrarhálvur. Tað er umráðandi, at føroysku útbúgvingarstovnarnir seta orku av til at kunna næmingar, lesandi og lærarar um møguleikar og eggja teimum til at fara burtur í fleiri ymisk lond. Líka umráðandi er tað, at føroysku stovnarnir gera tað gjørligt hjá útlendingum at koma higar at lesa og undirvísa eina tíð, so tey kunnu kunna seg um føroyska mentan og mál, samstundis sum tey geva frá sær royndir heimanífrá. Skulu vit kappast við londini kring okkum um útbúgvingartilboð, mugu hesi tilboð vera á minst sama stigi og hava í sær somu møguleikar. Við nýggjastu fjarskiftistøknini verður lættari at leggja til rættis útbúgvingar í samráð og í sambandi við stovnar uttanlands. Hetta ger, at vit verða før fyri at fáa eitt meira fjølbroytt frálæruútboð, eins og vit fáa møguleika at bjóða okkum sjálv fram innan øki, har vit eru sterk. Tað er av stórum týdningi, at vit fáa so góðar avtalu sum gjørligt við onnur lond og felagsskapir um samstarv innan útbúgving og gransking, og størri orka má setast av til kunning um møguleikar uttan fyri okkara lítla samfelag og til at gera kunningartilfar um møguleikar í Føroyum. Tað er greitt, at alt føroyskt samstarv við altjóða felagsskapir á útbúgvingarøkinum má fara fram eftir eini greiðari raðfesting alt eftir, hvørjir felagsskapirnir eru og hvat slag av samstarvi talan er um. Av somu orsøkum er helst best, um valt verður at avmarka samstarvið til nakrar fáar altjóða felagsskapir við stórum og víðfevnandi virksemi ella felagsskapir, ið liggja okkum nær og tí eru natúrligir samstarvsfelagar. Føroyingar eru í dag við í fleiri norðurlendskum útbúgvingar- og granskingarnetverkum. Eitt teirra er Nordregio, sum kann fáa stóran týdning fyri Føroyar í framtíðini. Men eisini eru onnur granskingarøki innan norðurlendska samstarvið, sum føroyingar í størri mun eiga at luttaka í. Fleiri av granskingarøkjunum, ið ES hevur í sínum granskingarætlanum inn Fimtu Rammuætlan, eru áhugaverd fyri Føroyar. Tað er ikki neyðugt at vera limur í ES fyri at luttaka í hesum verkætlanum sum undirveitari. Men skulu vit kunna luttaka beinleiðis í granskingar- og útbúgvingarnetunum hjá ES, uttan at hetta skal kosta okkum ov nógv, er umráðandi, at vit fáa eina avtalu við ES á útbúgvingar- og granskingarøkinum ella gerast limur í einum altjóða felagsskapi, sum hevur eina slíka avtalu við ES. Onnur altjóða netverk eru eisini, sum hava stóran áhuga fyri Føroyar. Føroyska luttøkan í MOST-verkætlanini innan karmarnar av ST-felagsskapinum UNESCO er eitt dømi um hetta. Og tað spírandi samstarvið á granskingarøkinum – og kanska seinni eisini á útbúgvingarøkinum – millum heimsins smátjóðir er eitt annað dømi. Tilmæli: ❖ At vit fáa so góðar avtalur sum til ber við onnur lond og felagsskapir um samstarv innan útbúgving og gransking. Hetta skal gerast við atliti at raðfesting í mun til, hvørjir felagsskapirnir eru og hvat slag av samstarvi, talan er um. Vit eiga her at avmarka okkum til altjóða felagsskapir við stórum og víðfevnandi virksemi ella felagsskapir, ið liggja okkum nær og tí eru natúrligir samstarvsfelagar. • Umráðandi at vit fáa eina avtalu við ES á útbúgvingar- og granskingarøkinum, ella at vit gerast limur í einum altjóða felagsskapi, sum hevur eina tílíka avtalu við ES. • Gerast Føroyar fullveldi, eiga vit at verða limur í Norðurlandaráðnum og partur av avtaluni um fría atgongd til hægri lestur í Norðurlondum. Vit eiga eisini í størri mun at fullnýta teir møguleikar, sum longu eru innan gransking og útbúgving í norðurlendska samstarvinum. • Arbeitt eigur at verða fyri einum útbygdum og meira formskipaðum samstarvi ímillum smátjóðir innan gransking og útbúgving. ❖ At føroyska undirvísingarverkið setur munandi størri orku av til at eggja sínum næmingum, lesandi og lærarum at fara burtur í onnur lond at læra seg mál, mentanir og nýggjar fakligar tilgongdir. ❖ At føroyska undirvísingarverkið ger tað gjørligt hjá útlendingum at koma higar at lesa og undirvísa eina tíð, so tey kunnu kunna seg um føroyska mentan og mál, samstundis sum tey geva frá sær royndir heiman. ❖ At størri orka verður sett av til kunning um møguleikar uttan fyri okkara lítla samfelag og til at gera kunningartilfar um møguleikar í Føroyum. ❖ At vit í størri mun nýta teir møguleikar, ið liggja í nýggjastu fjarskiftistøknini og leggja útbúgvingar til rættis í samráð og í sambandi við stovnar uttanlands, soleiðis at vit verða før fyri at fáa eitt fjølbroyttari frálæruútboð, eins og vit fáa møguleika at bjóða okkum sjálv fram innan øki, har vit eru sterk. Útbúgvingarskipanin og tilboð til hin einstak. Samandráttur. Í hesum parti verður givin ein longdarskurður av føroysku útbúgvingarskipanini frá fólkaskúla til hægri framhaldslestur. Útbúgvingartilboðini verða viðgjørd bæði við atliti at staðseting, støði og samanhangi við útbúgvingartilboð uttanlands. At enda verður uppskot sett fram um altjóða skrivstovu, eins og nomið verður við, hvørji sjónarmið eiga at vera grundarlag fyri avgerð um stovnseting av nýggjum útbúgvingum í Føroyum. 1 Samanhangurin í útbúgvingarskipanini frá fólkaskúla um miðnámsútbúgvingar til hægri lestu. 1 Skiftið frá fólkaskúla til miðnámsútbúgvin. Nógvir fólkaskúlanæmingar skifta fólkaskúla, tá ið teir skulu í framhaldsdeild. 18 skúlar hava framhaldsdeild, meðan umleið 46 skúlar ikki hava framhaldsdeild. Til hesar skúlar við framhaldsdeild koma næmingar úr grannaskúlunum, sum mangir eru smáir og tí ikki fult árgangsbýttir. Við verandi næmingatali í fólkaskúlanum og soleiðis, sum teir eru býttir kring landið, er talan um einar 1.600 næmingar ella 22-23% av næmingunum í fólkaskúlanum, ið skulu ígjøgnum hetta skiftið fyri at koma í framhaldsdeildina. Hetta skiftið úr lítlum bygdarskúla til nýggjar fremmandar umstøður kann hjá fleiri næmingum virka ógvusligt, og tí er umráðandi, at eitt miðvíst upplýsingararbeiði, ið byggir á skúlasamstarv millum lítla bygdarskúlan og skúlan við framhaldsdeild, fer fram, so at bæði næmingar, foreldur og tann móttakandi skúlin eru so væl fyrireikað til hetta skiftið, at tað á ongan hátt fer at virka tarnandi fyri næmingin. Tað eru næmingur og foreldur saman við skúlanum, sum í felag gera av, hvørjar vallærugreinir næmingurin skal hava í framhaldsdeildini. Hetta val fer fram, áðrenn næmingurin kemur í framhaldsdeildina – oftast um jóltíðir í 7. flokki – og skal skúlin tá vegleiða næming og foreldur so væl, sum til ber. Ofta verður hetta val avgerandi fyri, hvørjir útbúgvingarmøguleikar beinleiðis koma at standa næminginum í boði eftir loknan fólkaskúla. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at næmingurin fær alla ta vegleiðing, hann hevur brúk fyri. Í nýggju fólkaskúlalógini eru stig tikin til at menna vegleiðingina. Í § 24 í lógini er heimilað at stovna eina skúlavegleiðaraskipan, ið m.a. hevur til endamáls at ráðgeva og leiðbeina næmingarnar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra. Fyrstu skúlavegleiðararnir eru útbúnir og farnir til verka á heysti 1998. Næmingar, sum fara úr fólkaskúla í miðnámsútbúgving, halda ofta, at skiftið frá fólkaskúla til miðnámsútbúgving er stórt. Teir halda, at tað fakliga lopið er ov stórt og at arbeiðsbyrðan økist munandi. Hugt hevur verið at endamálsorðingunum í leiðbeinandi lesiætlan fyri fólkaskúlan, yrkisligan part, í lærugreinunum enskum og rokning/støddfrøði við atliti at teimum krøvunum, sum næmingarnir skulu lúka við undirvísingarlok í 9. og 10. flokki[93]. Í hesum lesiætlanum sæst, at krøvini, sum bæði næmingar, foreldur og avtakararar natúrliga kunnu seta til fakliga støðið í fráfaringarflokkunum í fólkaskúlanum, ikki eru serliga greitt ásett. Lærarar á miðnámsútbúgvingum hava ofta gjørt vart við, at næmingar, sum verða tiknir upp á miðnámsútbúgving, ikki altíð duga tey grundleggjandi støddfrøðiligu hugtøkini, sum miðnámsútbúgvingarnar vænta, at næmingar úr fólkaskúlanum skulu duga. Tí noyðast lærararnir, tá ið næmingarnir byrja í einari miðnámsútbúgving, at brúka tíð upp á innlæring av hugtøkum og fimi, sum útbúgvingarnar í roynd og veru treyta, at næmingarnir úr fólkaskúlanum duga. Hetta merkir, at minni tíð verður til tað pensumið, sum sambært kunngerðunum skal náast. Trupult verður sostatt hjá fleiri næmingum at náa tað stigið, sum teir skulu koma á, tí tað fakliga grundarlagið ikki er í lagi. Ein gymnasial miðnámsútbúgving skal í øllum lærugreinunum røkka eitt fakligt stig, ið ger næmingarnar førar fyri at fara undir hægri framhaldslestur, og tí ber ikki til lækka fakliga stigið í miðnámsútbúgvingunum. Í enskum hava lærarar á miðnámsskúlum gjørt vart við, at støðið hjá næmingum, sum koma úr 9. og 10. flokki, er ov ymiskt. Líkt er til, at ikki allar framhaldsdeildir nýta bøkur og annað undirvísingartilfar, ið svarar til floksstigið, sum næmingarnir eru á. Eitt støðumet ella ársmet á einum ávísum flokstigi á teimum ymsu skúlunum svarar sostatt ikki til felags kunnleikastigið hjá næmingunum í lærugreinini um alt landið. 1 Tilráðing um tiltøk at fremja við skifti frá fólkaskúla til miðnámsútbúgvin. Krøvini, sum næmingarnir skulu lúka við undirvísingarlok í 9. og 10. flokki, mugu gerast greiðari, so at allar miðnámsútbúgvingar hava eina greiða mynd av tí fakliga stigi, sum næmingarnir eiga at hava eftir loknan 9. og 10. flokk. Harumframt eiga næmingarnir í framhaldsdeildini miðvíst at fáa eina greiða kunning um ymsar útbúgvingar- og vinnumøguleikar eftir loknan fólkaskúla. Hetta krevur arbeiðs- og undirvísingartilfar, so skúlavegleiðararnir hava ítøkiligt tilfar at arbeiða við. 2 Umsøkjarar til miðnámsútbúgvingarna. Í 1997 søktu 999 inn á miðnámsútbúgvingarnar, sum eru við í tí samskipaðu innskrivingini, og av hesum byrjaðu 773 útbúgvingina í august 1997. Í skúlaárinum 1996/97 gingu til samans 1234 næmingar í 9. og 10. flokki. Til samans søktu 628 næmingar á vári 1997 inn á miðnámsútbúgving við støði í 9. og 10. floks prógvi (81 við støði í 9. floks prógvi og 547 við støði í 10. floks prógvi). Hetta svarar til uml. 50% av næmingunum, sum í skúlaárinum 1996/97 gingu í 9. og 10. flokki. Fleiri av umsøkjarunum, serliga við støði í 10. floks prógvi, hava helst verið burtur frá skúlanum í minsta lagi eitt ár, áðrenn tey hava søkt inn á miðnámsútbúgving. Í 1998 søktu 1013 á miðnámsútbúgvingarnar, sum eru við í tí samskipaðu innskrivingini, og av hesum byrjaðu 751 útbúgvingina í august 1998[94]. Upptøka av næmingum til miðnámsútbúgvingarnar hevur tey seinastu 12 árini (útvald ár) verið, sum tilskilað er í talvuni niðanfyri. Talva 14 Yvirlit yvir upptøku av næmingum til miðnámsútbúgvingarnar 1986 – 199. Heimild: Undirvísingar- og Mentamálastýri. Tá ið fíggjarliga kreppan byrjaði um 1990, minkaði talið á læruplássum í vinnulívinum. Hetta hevði við sær avleiðingar bæði fyri ungfólk, sum nú knappliga ikki sluppu í læru, og fyri teir teknisku skúlarnar. Ein avleiðing av tí minkandi lærlingatalinum var, at fleiri deildir á teimum teknisku skúlunum vóru um at steingja, og vandi var fyri, at fakligi førleikin á skúlunum hvarv. Fyri at varðveita fakliga førleikan á teimum teknisku skúlunum, til at kunna geva ungfólki eitt útbúgvingartilboð innan handaligar yrkisútbúgvingar og at geva vinnuni møguleika fyri seinni at hava tøka arbeiðsmegi, varð í 1992 SIT-útbúgvingin sett á stovn. Samstundis sum kreppan kom, vaks umsøkjaratalið til tær bókligu miðnámsútbúgvingarnar, serliga til handilsútbúgvingarnar og hf, orsakað av teimum minkandi arbeiðsmøguleikunum hjá ungfólki og minkandi upptøku til lærlingaútbúgvingarnar. Millum annað orsakað av teimum øktu krøvunum í vinnulívinum til førleika, eitt nú viðvíkjandi málkunnleika og teldunýslu, má ásannast, at í framtíðini verður lítið av arbeiði til ungfólk, sum bert hava eina fólkaskúlaútbúgving[98]. 3 Fráfallið í miðnámsútbúgvingunu. Fráfallið er kannað í ymiskum árgangum í studentaskúla- og hf-skipanini. Hesar útbúgvingarnar vórðu kannaðar, tí at skipað hagtøl eru til taks, samstundis sum talan er um ávikavist eina 3 ára og 2 ára samanhangandi útbúgving. Gjørt verður vart við, at tilgongdin til hesar útbúgvingarnar, ið kanningin fevndi um, var størri enn vanligt, kanska eina mest orsakað av kreppuni. Úrslitið av kanningini, sí fylgiskjal til kapittul 6 (bind II), var, at av teimum, sum í 1994 byrjaðu á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, fullu umleið 25% av næmingunum frá. Á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy var fráfallið minni, nevniliga umleið 11%. Eitt stórt fráfall merkir óhenta nýtslu av bæði menniskjansligum og búskaparligum tilfeingi, og tilfeingið í útbúgvingarkervinum verður ikki nóg væl gagnnýtt. Einki næmingayvirlit er til taks, og tí ber ikki til at kanna orsøkirnar til at fólk falla frá. Hví gevast næmingar, og hvat fara teir at gera, eftir at teir eru givnir í einum skúlaformi? Fara teir at arbeiða, fara teir uttanlands, eru teir arbeiðsleysir, ella hava teir fyrr roynt eina aðra miðnámsútbúgving. 2 Stutt lýsing av miðnámsútbúgvingunum og lógargrundarlag teirr. Studentaskúlaútbúgving. Í 1994 varð studentaskúlaskipanin broytt frá at vera ein deildarskipan við málsligari deild, sum hevði 2 greinir: eina nýmálsliga og eina samfelagsfrøðiliga grein; og við støddfrøðiligari deild, sum hevði 3 greinir: eina alisfrøðilig-støddfrøðiliga, eina lívfrøðiliga og eina samfelagsfrøðiliga grein. Í nýggju skipanini, ið er ein valskipan, eru 2 deildir: ein málslig og ein støddfrøðilig deild. 1. árið eru allar lærugreinir á báðum deildunum kravdar, meðan næmingarnir 2. árið skulu velja 1 vallærugrein, og 3. árið 3 - 4 vallærugreinir. Nýggja skipanin gevur næmingunum størri møguleikar at velja tær lærugreinir, sum teir hava áhuga fyri og tørv á. Allar lærugreinir eru stigbýttar á A-,B- og C-stigi, men allar lærugreinir eru tó ikki til á øllum stigum. Á vári 1995 varð lógin um nýggja studentaskúlaskipan samtykt í løgtinginum, og á sumri 1996 vórðu høvuðskunngerðin umframt lærugreinakunngerðirnar í øllum lærugreinunum lýstar. Síðani eru fleiri kunngerðir lýstar, soleiðis at nýggja studentaskúlaskipanin í dag hevur eitt fullfíggjað løgfrøðiligt, føroyskt grundarlag. Fyrstu studentarnir eftir nýggju skipanini vórðu lidnir á sumri 1997. Við støði í teimum royndunum, vit hava av nýggju skipanini, vórðu tillagingar gjørdar í lærugreinini støddfrøði á vári 1998 og í lærugreinini føroyskum á vári 1999, meðan størri tillagingar væntandi ikki verða framdar, fyrr enn vit hava fleiri royndir av nýggju skipanini. Hægri fyrireikingarpróvtøka (HF). Frá 1. august 1995 varð HF-útbúgvingin broytt. Í hesum sambandi vórðu lærugreinirnar dagførdar, eins og krøvini fyri at verða tikin upp á útbúgvingina og samanseting av lærugreinum vórðu broytt. Fleiri vallærugreinir gjørdust tær somu sum í nýggju studentaskúlaskipanini, og samstundis vórðu allar lærugreinirnar stigbýttar í A-, B- og C-stig, men allar lærugreinir eru tó ikki til á øllum stigum. Av tí at útbúgvingin bert tekur 2 ár, er støðið ikki tað sama sum til studentspróvtøkuna, og av tí sama sleppa hf’arar heldur ikki beinleiðis inn á tær somu útbúgvingarnar sum studentarnir. Á vári 1995 varð lógin um hf-útbúgvingina samtykt í løgtinginum, og á sumri 1996 vóru høvuðskunngerðin umframt lærugreinakunngerðirnar í øllum lærugreinunum lýstar. Síðani eru fleiri kunngerðir komnar, soleiðis at nýggja hf-skipanin í dag hevur eitt fullfíggjað løgfrøðiligt, føroyskt grundarlag. Fyrstu hf’ararnir eftir nýggju skipanini vórðu lidnir á sumri 1997. Við støði í royndunum við nýggju skipanini skulu smærri tillagingar gerast í næstum. Fyrisitingar-, handils- og skrivstovuútbúgving (FHS) Lógin um støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu er frá 1983. Tilhoyrandi FHS-kunngerð, ið serliga snýr seg um viðurskifti í sambandi við próvtøku, var frá 1984, og gingið varð eftir henni til á sumri í 1997. Kunngerðin um FHS varð dagførd á vári 1998, men hon snýr seg framhaldandi at kalla bert um próvtøkuviðurskifti. Síðani lógin frá 1983 varð lýst, er nógv broytt í útbúgvingini, uttan at lógin er broytt samsvarandi. Broytingarnar í útbúgvingini eru millum annað farnar fram orsakað av tí menningini, ið er farin fram í lærugreinunum í tí donsku skipanini, eitt nú viðvíkjandi nýtslu av teldu í lærugreinunum. Veruligt samsvar hevur í fleiri førum ikki verið millum lóggávu og tað virksemi, sum er í útbúgvingini. Í desember 1998 varð lóg um yrkisskúlar samtykt í løgtinginum, og við hesari lóg fingu yrkisútbúgvingarnar tíðarhóskandi lógarkarmar at virka undir. Á vári 1999 samtykti løgtingið nýggja FHS-lóg, ið dagførir útbúgvingina. Samstundis eru arbeiðsbólkar settir, sum skulu gera uppskot til høvuðskunngerð og lærugreinakunngerðir, soleiðis at útbúgvingin fer at hvíla á einum fullfíggjaðum lógargrundarlag. Hægri handilspróvtøka (HH). Føroyska lógin um HH-útbúgvingina varð samtykt í løgtinginum í 1993, og á vári 1997 samtykti løgtingið tillagingar í lógini. Høvuðskunngerðin varð lýst á vári 1998, soleiðis at verandi virksemi kom at hvíla á løgfrøðiligum grundarlag. Á vári 1999 samtykti løgtingið nýggja HH-lóg, soleiðis at útbúgvingin verður dagførd. Samstundis eru arbeiðsbólkar settir, sum skulu gera uppskot til høvuðskunngerð fyri útbúgvingina og til lærugreinakunngerðir. Støðisútbúgving innan tøkni (SIT). Lógin um SIT-útbúgvingina varð samtykt í løgtinginum í 1992. Høvuðskunngerðin er lýst í 1994. Føroyskar lesiætlanir í teimum einstøku lærugreinunum vórðu ikki gjørdar, og aðrar kunngerðir, sum skuldu fylla lógarkarmarnar út, restaðu eisini í. Við lógini um yrkisskúlar frá desember 1998 fingu teir teknisku skúlarnir tíðarhóskandi karmar at virka undir, og á vári 1999 samtykti løgtingið nýggja SIT-lóg, ið skal dagføra útbúgvingina. Samstundis eru arbeiðsbólkar settir at gera uppskot til høvuðskunngerð og lærugreinakunngerðir, so útbúgvingin kemur at hvíla á einum løgfrøðiligum grundarlag. Hægri tøknipróvtøka (HT). Løgtingið samtykti lógina um HT-útbúgvingina í 1993. Høvuðskunngerðin varð ongantíð lýst, og tað uppfylgjandi kunngerðararbeiðið í lærugreinunum er ikki gjørt. Aðrar kunngerðir, sum skulu fylla lógarkarmarnar út, eru heldur ikki gjørdar. Á vári 1999 varð uppskot til nýggja HT-lóg, sum skal dagføra undirvísingina, samtykt í løgtinginum, og samstundis vórðu arbeiðsbólkar settir, sum skulu gera uppskot til høvuðskunngerð og lærugreinakunngerðir, soleiðis at lógarkarmarnir verða fyltir út. Fiskivinnuútbúgving. Lógin um fiskivinnuútbúgving er frá 1987 og kunngerðin frá 1989. Útbúgvingin er eindømi innan miðnámstilboðini, tí skúlin ikki fyrst og fremst er lagaður til donsku skúlaskipanina. Útbúgvingin hevur ikki havt lætt við at finna sín sess í miðnáminum og vantandi siðvenjan at nýta fólk við útbúgving í fiskivinnuni hevur eisini gjørt sítt til, at skúlin ikki hevur havt somu tilgongd sum aðrir miðnámsskúlar. Tá ið tær gymnasialu yrkisútbúgvingarnar vórðu endurskoðaðar, varð ein nevnd mannað við umboðum úr vinnuni sett, sum skuldi lýsa tørvin hjá vinnuni viðvíkjandi útbúgving. Væntandi verður ein niðurstøða til taks á sumri 1999, og ætlanin er tá at endurskoða fiskivinnuútbúgvingina við støði í tí tørvinum, sum fiskivinnan hevur. Yrkisútbúgvingar. Verandi lærlingaútbúgvingar fara í høvuðsheitum fram sambært lóg frá 1954, tó hevur tað fakliga innihaldið í útbúgvingunum verið dagført, so hvørt broytingar hava verið framdar í Danmark. Men ein verulig føroysk lóggáva hevur ikki verið á hesum týdningarmikla økinum. Hetta hevur ofta verið atvold til óneyðuga togan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og føroyska skúlamyndugleikan. Í 1995 varð nevnd sett at gera uppskot til lóg um yrkisútbúgvingar, og álit hesum viðvíkjandi varð liðugt í januar 1997. Lógaruppskotið er gjørt í samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, skúlamyndugleikarnar og skúlarnar, og semja er soleiðis millum allar partar um høvuðsinnihaldið í lóggávuni. Við lóg um yrkisskúlar, sum løgtingið samtykti í desember 1998, er skapt føroyskt lógargrundarlag fyri yrkisútbúgvingar. Arbeitt verður nú við at menna útbúgvingarnar, so at tær fakligu avbjóðingar, sum nútíðarsamfelagið setur, kunnu verða loknar. Eitt stig á leiðini er m.a. skipan av Yrkisútbúgvingarráðnum frá 1. august 1999, ið skal umsita og leggja til rættis yrkisútbúgvingarnar. Yrkisútbúgvingarnar í Føroyum eru skipaðar sum verklig upplæring á arbeiðsplássi saman við undirvísing á teimum teknisku skúlunum. Tey flestu arbeiðsplássini í Føroyum eru smá, og tí er meistaralæran vorðin vanligi læruhátturin. Tøknimenningin fer í dag fram við risafetum. Vit mugu gera okkum greitt, at vit ikki hava orku til at hava nógvar yrkisútbúgvingar í Føroyum, um vit skulu gera okkum vón um tøkniliga at halda tørn í fakunum. Tað hækkandi tøkniliga stigið krevur nógva orku bæði til íløgur og rakstur. Samstarv við yrkisskúlar í øðrum londum er av sera stórum týdningi, tá ið tað snýr seg um smá fak við fáum lærlingum. Neyðugt er tí at gera greiðar samstarvsavtalur við onnur lond um lærutíð, samlaða skúlatíð, gjald fyri skúlagongd o.a. í teimum smáu fakunum. 3 Vegleiðin. Vegleiðing av skúlanæmingum um útbúgvingarmøguleikar o.a. var so at siga eingin, fyrr enn hf-útbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum í 1974. Við hf- útbúgvingini kom ein skipað vegleiðing inn í undirvísingarverkið, samstundis sum lestrarvegleiðararnir á hf-skeiðunum fóru undir eina skipaða útbúgving. Fyrst í 80-unum varð lestrarvegleiðing skipað fyri næmingar á studentaskúlunum og síðani eisini á hinum miðnámsútbúgvingunum. Á heysti í 1988 varð farið undir at skipa eina føroyska vegleiðaraútbúgving, sum er ætlað øllum vegleiðarum í Føroyum, sama í hvørjum høpi teir arbeiða. Í november 1991 fingu øll, sum høvdu fullført ta føroysku 5 vikur longu útbúgvingina, prógv. Eingin skipað vegleiðing er higartil farin fram í fólkaskúlanum, men á heysti 1999 fara 20 fólkaskúlalærarar at taka endaligt prógv sum skúlavegleiðarar eftir lokna vegleiðaraútbúgving. Men longu á heysti 1998 varð farið undir miðvíst at kunna næmingarnar í teimum elstu flokkunum í fólkaskúlanum um ymsar útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar eftir loknan fólkaskúla. Vegleiðing í skúlaverkinum er í dag væl skipað. Hon hevur í flestøllum førum fingið eina reglugerð at virka eftir, samstundis sum vit eisini hava fingið kunningartilfar á føroyskum til allar næmingar í 9. og 10. flokki, har greitt verður frá framhaldandi útbúgvingarmøguleikum eftir loknan fólkaskúla. Talan er um bóklingin "Miðnámsútbúgvingar", ið kemur út á hvørjum ári. LFÚ (Landsfelag føroyingar í útbúgving) læt fyri umleið 10 árum síðani upp eina vegleiðing í hølunum hjá sær. LFÚ-vegleiðingin var fyrst og fremst ætlað ungfólki, sum ætla sær undir lestur ella útbúgving aðrastaðni enn í Føroyum. Millum annað í sambandi við kreppuna vaks tørvurin á vegleiðing ikki bara um lestrarmøguleikar, men eisini um útbúgvingarmøguleikar í sínari heild, og málbólkurin broyttist frá mestsum bara at vera ungfólk, ið høvdu lokið eina miðnámsútbúgving, til at verða ein breiður bólkur við ymiskum og fjølbroyttum ynskjum um ráð um útbúgving og sosial viðurskifti. LFÚ-ráðgevingin átók sær soleiðis eitt størri og fjølbroyttari ráðgevingarvirksemi enn upprunaliga ætlað, uttan at arbeiðsorka samsvarandi fylgdi við. Gongdin, síðan LFÚ-ráðgevingin varð stovnað, hevur avdúkað, at stórur tørvur er á eini skipaðari ráðgeving, ið kann vera til hjálpar ikki bert viðvíkjandi útbúgvingarmøguleikum, men eisini viðvíkjandi sosialum viðurskiftum í sambandi við t.d. flyting. MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) hevur á hvørjum ári í februar-mars givið lestrarvegleiðing á miðnámsskúlunum. Hetta er eitt týdningarmikið íkast til aðra lestrarvegleiðing, tí lesandi hava annað grundarlag at greiða frá. Harumframt kenna tey væl til teir nógvu praktisku trupulleikar, sum eru í sambandi við lestrarbyrjanina (t.d. flyting). Lestrarvegleiðingin er skipað á tann hátt, at lesandi uttanlands fara heim og ferðast um á miðnámsskúlarnar og greiða frá. Tey seinastu mongu árini hava lestrarvegleiðararnir hjá MFS verið tvey lesandi av donskum lærustovnum. Í løtuni verður tó arbeitt við hugskotum um at gera eina breiðari lestrarvegleiðing, so eisini lesandi úr øðrum londum enn Danmark gerast partur av lestrarvegleiðingini. Umframt lestrarvegleiðingina skipar MFS fyri kunningardegi í august mánaði. Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum eru sloppin inn á útbúgvingarstovnar uttanlands, og størsti denturin verður lagdur á kunning um praktiskar spurningar. Skipað verður fyri kunningardegi í Tórshavn, Klaksvík og í Suðuroy. Tá ALS (Arbeiðsloysisskipanin) varð stovnað, var ætlanin, at ráðgeving viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum og eftirútbúgvingarmøguleikum skuldi skipast. Orsakað av tí nógva arbeiðnum við at skipa stovnin og avgreiða tey nógvu málini í sambandi við kreppuna, kom hesin parturin ikki at rigga. Í løtuni verður á ALS arbeitt við at skipa eina ráðgeving, ið kann veita viðskiftafólkunum hjálp viðvíkjandi útbúgving, herundir eftirútbúgving, við atliti at at bøta um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum. Tørvur er á útbúgving av teimum starvsfólkunum, sum skulu taka sær av vegleiðingarøkinum. 2 Skiftið frá miðnámsútbúgving til hægri lestu. Av royndum vita vit, at næmingar ofta uppliva skiftið frá fólkaskúla til miðnámsútbúgving sum eitt stórt lop, sí 6.1.1 á síðu 109. Hvussu upplivir næmingurin skiftið frá miðnámsútbúgving til framhaldslestur? Skiljast má í hesum høpi ímillum, um næmingurin heldur fram við framhaldslestri í Føroyum, ella um hann fer av landinum í lestrarørindum. 1 Í Føroyu. Í Føroyum ber bara til at taka hægri framhaldslestur á Fróðskaparsetri Føroya. Skiftið frá miðnámsútbúgving til lestur á hesum stovni er helst eitt størri lop, enn hugsað verður um. Hetta sæst t.d. av, at fráfallið 1. árið á Hugvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum er rættuliga stórt.[99] Ein møgulig frágreiðing kann tó vera, at tann lesandi ikki hevur fingið nóg greiða fatan av, at útbúgvingin á Fróðskapasetri Føroya er ein universitetsútbúgving, og hvat ein universitetsútbúgving ber í sær. Á Náttúruvísindadeildini er fráfallið minni, kanska av tí at upptøkukrøvini til náttúruvísindaligu útbúgvingina eru greiðari tilskilað. Her verður longu við upptøku gjørt greitt, at umsøkjarin skal hava eitt fakligt støði, sum tryggjar, at hann fær fylgt við. Á hinum framhaldsútbúgvingunum er tað helst serliga á Maskinmeistaraskúlanum og á Sjómansskúlanum, at trupulleikar stinga seg upp av teimum størru ástøðiligu krøvunum, ið verða sett næmingunum nú í mun til áðrenn. Eingin kanning lýsir, hvussu skiftið í Føroyum frá miðnámsútbúgving til framhaldsútbúgving upplivist hjá teimum lesandi, og heldur ikki eru hagtøl um fráfall og um orsøkina til fráfall til taks. Tað er sera umráðandi at hava tílík hagtøl, tí bert við støði í vitan ber til bæði at leggja útbúgvingarnar til rættis við atliti at fortreytum næminganna og at lofta spurningum um fakligt støði, tá ið pengarnir, sum verða brúktir til útbúgvingarnar, skulu skilnýtast. 2 Uttan fyri Føroya. Tey flestu lesandi uttan fyri Føroyar lesa í dag í Danmark. Í 1967 varð ein kanning[100] gjørd, hvussu viðurskiftini hjá lesandi føroyingum vóru í Danmark, herundir hvussu tey lesandi upplivdu lestrarumhvørvið. Kanningin er tó so mikið gomul, at hon ikki longur er eftirfarandi - samlaða talið á lesandi er munandi størri, sosiala bakstøðið hjá teimum lesandi er munandi broytt, fleiri og fjølbroyttari útbúgvingar eru komnar afturat, lestrarstovnarnir eru fleiri staðni í Danmark enn tá, lestrarvegleiðing í miðnámsútbúgvingunum hevur økt munandi um kunnleikan um umstøðurnar innan framhaldslestur og lestrarstuðulin er munandi øðrvísi. Ein kanning varð í 1997[101] gjørd av lestrarumstøðum o.ø. hjá føroyingum í Danmark. Talan er um eina spurnakanning við fáum fólkum, so grundarlagið er rættiliga lítið til at siga nakað alment um lestrarumstøðurnar. Men ein niðurstøða er, at føroyingar vanliga falla væl til í danska lestrarumhvørvinum, men at tann lesandi eftir loknan lestur ætlar sær heimaftur til Føroya. Tað skal ikki undirmetast, at skiftið frá miðnámsútbúgving í Føroyum til framhaldslestur í Danmark hevur ymsar trupulleikar við sær, eitt nú málskiftið, bústaðarskiftið og sosiala umhvørvið. Eitt, sum heilt avgjørt er við til at lætta um skiftið, er tað sosiala netverkið, sum lesandi føroyingar í dag hava í flestøllum størri útbúgvingarbýum í Danmark. Týdningurin av hesum netverki eigur ikki at verða undirmettur. Okkara ítøkiliga vitan um, hvussu skiftið upplivist, er ikki dagførd, og tað er ein sjálvsøgd uppgáva at fáa hetta kannað við atliti at tilrættalegging av framtíðar útbúgvingarpolitikki. Tey, sum lesa í øðrum landi enn Danmark, eru meira tilvitað, áðrenn tey fara, um teir spurningar, sum kunnu taka seg upp í sambandi við lesturin, m.a. tí at tey noyðast at gera eitt størri forarbeiða fyri at søkja inn til hægri framhaldslestur heldur enn at søkja inn á útbúgvingarstovn í Danmark. Eftir at hava tosað við fleiri, sum síðan fyrst í 90-unum hava verið inni í ÚSUN-skipanini, er niðurstøðan, at lesturin var eitt stórt umskifti, og at tað var strævið at fara í annað land at lesa, men hinvegin hevur tað verið mennandi sjálv/ur at stíla fyri øllum. Og tey flestu vildu ikki verið hesar avbjóðingar fyriuttan. 3 Krøv og raðfestingar til tilboð um hægri lestur í Føroyu. Sum umrøtt aðrastaðni í frágreiðingini eru øll tilboð til og við miðnámútbúgving tøk í Føroyum. Her verður spurningurin um tilboð um hægri undirvísing - serliga á akademiskum stigi - viðgjørdur. Sjóvinnuútbúgvingarnar, sjúkrasystraútbúgvingin, læraraútbúgvingin og yvirbygningar til handilsútbúgvingar eru viðgjørdar aðrastaðni í frágreiðingini. Á universitetsstigi hava vit tilboð innan hugvísindi, søgu- og samfelagvísindi og náttúruvísindi. Í kapitli 4.2.2 á síðu 87 verður skotið upp at økja um tilboðini innan samfelagsvísindi. Tað er sjálvsagt, at tey granskingarøki og tað undirvísingarumhvørvi á hægsta stigi, sum eru neyðug fyri føroyskt mál, mentan, náttúru, samleika og samfelag, eru tøk í Føroyum. Herumframt eiga vit at hava allar tær hægri útbúgvingar, sum við fyrimuni kunnu vera í Føroyum – t.d. av tí at tær eru við til at menna virkisføri ella gransking, ella tí at búskaparligur vinningur fæst burturúr. Aðrastaðni í frágreiðingin verður spurningurin viðgjørdur, um tilboð um hægri undirvísing skal vera á grundstigi ella á hægri stigi. Skulu lesandi byrja lestur í Føroyum og síðani fara í onnur lond at enda lesturin ella øvugt? Svarið upp á hetta er neyvan antin ella. Tað má laga seg ítøkiliga eftir møguleikum og lestrargreinum. Ein onnur orsøk til at seta á stovn hægri lestur og skapa tað granskingarumhvørvi, sum er støði undir hægri undirvísing, kann vera eitt ynski um at økja vinnugrundarlagið í Føroyum. Tann nýskapan, sum verður umrødd í kapitli 3 krevur miðvíst tvørfakligt samstarv innan eitt ella fleiri átaksøki. Tað økið, sum dentur verður lagdur á, skal sampakka við tørvin og menningarmøguleikarnar hjá føroysku vinnuni. 1 Møgulig átaksøk. Kunningartøkni er eitt upplagt vinnuligt vakstrarøki, og skulu Føroyar vinna fram í hesum ídnaði, er rætt at bjóða bæði miðnámsútbúgving og hægri útbúgving innan hetta øki. Karmar eiga eisini at skapast fyri einum granskingarumhvørvi í kunningartøkni. Tá grundleggjandi viðurskifti eru fingin til vegar, og hægri útbúgving innan kunningartøkni er sett á stovn, eru lunnar lagdir undir at byggja upp nýskapanarumhvørvi, har gransking og vinna kunnu ganga saman, og granskingarúrslit kunnu gerast handilsliga áhugaverd. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur við teldustøðingaútbúgvingini á Føroya Handilsskúla og BS-teldufrøðináminum á Fróðskaparsetri Føroya lagt lunnar undir at menna kunningartøkniligar útbúgvingar. Biotøkni er eitt annað átaksøki. Hetta øki miðar eftir at nýta tilfeingið úr havinum til annað enn mat; at nýta tilfeingið sum ráevni til aðrar vørur, eitt nú kveikar, fitievni, ráevni til heilivágsídnað, ráevni til smyrsl- og matvøruídnað, heilivág til fiskaaling. Um hetta skal gerast grundarlag undir vinnuligum virksemi, er neyðugt at útbúgva serfrøðingar og skapa eitt granskingarumhvørvi. Hægri útbúgving og gransking innan oljuvinnu er ikki eitt átaksøki, sum føroyskir politiskir myndugleikar hava valt, men Fróðskaparsetur Føroya hevur í samtarvi við oljufeløg, sum hava áhuga í føroysku landleiðini, framt eitt menningartiltak innan útbúgving og gransking. Eisini í øðrum høpi hava oljufeløg verið við til at hækka kunnleikastigið í føroyskum útbúgvingum. Útbúgvingar við atliti at oljuvinnuni er eitt dømi um, at ein ávís vinnugrein kann vera við til at fremja útbúgvingarmenning á føroyskum útbúgvingarstovnum. Ein annar spurningur, sum enn ikki av álvara hevur verið viðgjørdur í føroyskum høpi, eru møguleikarnir at skipa fyri medisinskum útbúgvingum í Føroyum. Hesin møguleikin hevur samband við tann stóra áhugan, sum útlendskir granskingarstovnar hava í Føroyum, og stovnsetingin av medisinskum útbúgvingum er ein háttur at fáa samfelagsligan ágóða burtur úr hesum stóra útlendska áhuga. Medisinskar útbúgvingar kunnu skipast við tilknýti til ein læknafrøðiligan granskingardepil, ið kann skipast sum partur av Fróðskaparsetri Føroya. Granskingardepilin skal samstarva við Landssjúkrahúsið um partar av undirvísingini. Fíggingin av granskingardeplinum kann í prinsippinum øll vera útlendsk (sum í oljuvinnuni), men er áhugin stórur at sleppa at granska í føroyskum tilfari, er sjálvsagt, at føroyska samfelagnum verður tryggjaður ein varandi ágóði av hesum. (Sí annars bind 2, 6. kapittul. 2 Skipa. Tankar um, hvussu hægru lærustovnarnir betur kunnu gróðursetast í samfelagnum og binda saman undirvísing og gransking við restina av samfelagnum, eru ikki nýggir. Í Vesturevropa varð hesin spurningur tikin upp av álvara í sekstiárunum. Hetta var tá kanska mest tikið upp sum eitt álop á ”fílabeinstornini” hjá teimum lærdu háskúlunum, men tað var eisini eitt orðaskifti um samskifti og ávirkan millum gransking og menning, vinnulív og gransking. Eitt úrslit av hesum orðaskifti var sonevnda depilshugskotið. Lærdu háskúlarnir skuldu vera deplar fyri gransking og menning í samskifti við samfelagið. Depilshugsanin var merkt av síni tíð og legði serliga í undirvísingini dent á, at hon fyri stóran part varð framd í granskingarverkætlanum, sum fingu íblástur frá samfelagnum uttanum. Tí var hesin skipanarformur serliga skikkaður til at fáa samvinnu millum gransking og vinnulív. Ein mynd úr eini bók frá 1971[102] lýsir henda hugsanarhátt. Grundstuðulin í vísindaliga virkseminum má vera ein kjarni av vísindafólkum, sum hava ta høvuðsuppgávu at seta grundspurningar til viðurskiftini uttan mun til nyttu í fyrstu atløgu. Síðani mugu karmarnir ella umstøðurnar verða soleiðis, at tað ber til at laga úrslitini eftir krøvum veruleikans og at seta vísindunum málvísar spurningar. Tað eigur eisini at verða lagað soleiðis, at granskingarúrslit og menningartiltøk føra til at íbirta nýggj nám, nýggjar útbúgvingar og eftirútbúgvingar bæði á universitetsstigi og lægri, samstundis sum førleikar, sum eru vunnir frammanundan, verða røktir og varðveittir. Ætlaða samanleggingin millum Fróðskaparsetur Føroya og fleiri av verandi granskingarstovnum miðar ímóti hesum, t.d. samanleggingin av Náttúruvísindadeildini á setrinum við Náttúrugripasavninum og BioFar til eina stóra náttúrufrøðiliga deild. 4 Lívlong læra hjá tí einstak. Tøkniliga menningin hevur tey seinastu árini havt við sær, at førleikakrøvini støðugt broytast. Tann vitan, sum ein kundi dúva uppá í gjár, er ikki líka nýtilig í morgin. Skal ein løntakari varðveita sín vinnuførleika á arbeiðsmarknaðinum, er tað eitt krav, at viðkomandi støðugt dagførir sína vitan. Í altjóða høpi hevur tey seinastu 10 árini verið tosað nógv um hugtakið “lívlong læra[103]”. Við hesum verður meint, at ein og hvør borgari, sama hvørja útbúgving hann hevur, gjøgnum alt lívið má (eftir)útbúgva seg. Ein lokin úttbúgving verður sostatt bert eitt atgongumerki til eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, men fyri at útinna eitt ávíst arbeiði noyðist viðkomandi at ogna sær størri serkunnleika á sínum arbeiðsøki. Hetta hevur við sær, at fyritøkurnar í framtíðini mugu seta meira pening av til eftirútbúgving, enn vit vita um í dag, um fyritøkan skal klára seg í kappingini. Vitan verður ein avgerandi kappingar-parametur í vøruframleiðslu í framtíðini, og í hesum høpi er ein vøra ikki altíð ein fysisk vøra. Í Føroyum hava fólk yvir 40 ár í miðal helst minni útbúgving enn fólk í hinum Norðurlondum. Hetta kemst millum annað av, at undirvísingarskyldan bert var 7 ár heilt fram til 1997. Hetta hevur við sær, at ein stórur partur av arbeiðsmegini á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag ikki hevur eina útbúgving út um 7 skúlaár. Eitt samfelagsligt endamál má vera, at eingin verður kroystur burtur av arbeiðsmarknaðinum orsakað av vantandi formligari útbúgving. Í arbeiðslívinum eru nógv, sum ikki hava formlig pappír, men sum gjøgnum sítt arbeiða hava vunnið sær serkunnleika á hædd við tann, sum fæst í skúlunum. Fyri hetta hava tey einki prógv. Ein skipan eigur sum skjótast at verða sett í verk, sum ger tað møguligt at fáa eitt alment prógv fyri ta vitan og tann førleika, sum vunnin er. Í næsta parti verður nærri viðgjørt, hvørji útbúgvingartilboð talan eigur at verða um og hvussu hesi eiga at verða skipað. 5 Útbúgvingartilboð kring landið – nýggir útbúgvingarhættir við kunningartøkn. Tá ið metast skal um táttin ”Útbúgvingartilboð kring landið – nýggir útbúgvingarhættir við kunningartøkni” er neyðugt at sundurgreina hesa uppgávu út frá einum tørvssjónarmiði, t.e. hvat eigur at stýra hvørjum, soleiðis at tað er tørvurin og ikki amboðið, ið verður røkt. Fyrst verður hugt eftir, hvørji útbúgvingartilboð vit – sum framkomið samfelag – eiga at veita okkara borgarum, fyri at teir bæði kunna styrkja um vinnulívsførleikan hjá sær og fyri at teir kunna mennast persónliga. Talan er í høvuðsheitum um niðanfyrinevndu útbúgvingarhættir. 1) Fólkaupplýsing. 2) Vaksnamannaútbúgvingar. 3) Arbeiðsmaknaðarútbúgvinga. 1 Fólkaupplýsing. Í norðurlendskum høpi hevur fólkaupplýsing tey seinastu 130 árini havt stóran leiklut, bæði viðvíkjandi persónligari og fakligari menning. Fólkaupplýsing fór fram á fólkaháskúlunum og í ymiskum upplýsingarfeløgum. Stovnan av Føroya Fólkaháskúla í 1899 var eitt úrslit av tankanum í grundtvigskum anda at upplýsa tey, sum seinni í lívinum fingu hug at læra av áhuga og ikki av tvingsli. Í Føroyum hava feløg ikki havt styrki til at stíla fyri frítíðarundirvísing sum t.d. AOF og FO í Danmark, og tí kom kvøldskúlin í kommunalum líki at røkja hesa uppgávuna. Sum frá er liðið, og tað samlaða útbúgvingarstøðið er hækkað, er tørvurin á almennum lærugreinum eisini minkaður, og ítrivslærugreinirnar fylla meiri í skránni hjá kvøldskúlunum. Kvøldskúlin hevur framvegis ein leiklut viðvíkjandi útbjóðing av almennum lærugreinum á fólkaskúlastigi, men tað eigur at umhugsast, í hvussu stóran mun skúlamyndugleikarnir eiga at rinda fyri lærugreinir, ið júst verða lýstar sum ítriv. Kvøldskúlaskeið, sum geva onkran førleika, eiga harafturímóti javnan at verða boðin út, so tað ber til hjá fólki at nema sær vinnuligan ella almennupplýsandi kunnleika. 2 Vaksnamannaútbúgvingar. Fyri nærri at lýsa hugtakið vaksnamannaútbúgving er neyðugt at greina hugtakið. Valt er at nýta hesa allýsing av hugtakinum “vaksnamannaútbúgving”. Við vaksnamannaútbúgving er at skilja ein útbúgving, ið gevur einum persóni, ið er yvir 25 ár, eina førleikagevandi útbúgving ella eina uppískoytisútbúgving til eina útbúgving, sum viðkomandi hevur frammanundan, soleiðis at vinnuførleikin hjá viðkomandi økist. Tá ið 25 ár er valt sum mark, er hetta í samsvari við tað aldursmark, sum er sett í nógvum londum í Evropa. Vaksnamannaútbúgvingar kunnu býtast sundur í tvey. 1) Almenn grundútbúgving á fólkaskúlastigi og 2) útbúgvingarnar eftir fólkaskúlan. Tilboð um almenna grundútbúgving á fólkaskúlastigi var á rímiligum stigi fram til kreppuárini, tá ið játtanin til kvøldskúlaundirvísingina minkaði munandi. Neyðugt er kring um í landinum at styrkja tilboðini útbúgving/eftirútbúgving av tilkomnum, so tað verður gjørligt hjá flest møguligum at fáa førleikagevandi undirvísing á fólkaskúlastigi (fráfaringarroynd ella víðkað fráfaringarroynd fólkaskúlans). Á henda hátt kunnu vinnuveikir bólkar bøta um almennan førleika og samstundis gera seg skikkaðan til at fara í framhaldandi útbúgving, t.d. miðnámsútbúgving. Høvuðslærugreinirnar til fráfaringarroynd fólkaskúlans eru føroysk, støddfrøði og fremmandamál (serliga enskt). Vaksnamannaútbúgvingar eftir fólkaskúlan fara vanliga fram á teimum ymsu miðnámsskúlum. Síðan síðst í 1980 árunum er útboðið av lærugreinum, serliga HF-lærugreinum, minkað munandi. Serliga hevði stakgreina HF stóra undirtøku. Á yrkisskúlaøkinum er tað serliga handilsskúlin, ið hevur stórt tilboð. Handilsskúlin bjóðar vanliga FHS- og HH-lærugreinir út sum stakgreinalestur. Harumframt bjóðar handilsskúlin eisini merkonomútbúgving (3 ára útbúgving við ymiskum sergreinum), datanomútbúgving og 1. part til HD. Studentaskúli er í Suðuroy, í Tórshavn, á Kambsdali og í Klaksvík (HF- skeið). Handilsskúli er í Tórshavn og á Kambsdali og kvøldskúladeildir hjá handilsskúlanum eru í Suðuroy, Vágum og Klaksvík. Tekniskir skúlar eru í Tórshavn og í Klaksvík. Fiskivinnuskúli er í Vestmanna. Allir hesir skúlar hava almennar lærugreinir, umframt at yrkisskúlarnir hava serliga vinnurættaðar lærugreinir. Sum nevnt áður í hesari frágreiðing skuldi tað borið til við at samskipað útbúgvingartilboðini at tryggja eitt skilagott tilboð til tey tilkomnu allastaðni í landinum. Tað skuldi í størri mun enn í dag staðið teimum, sum hava hug at taka nakrar lærugreinir sum stakgreinalesandi, í boði at innskriva seg um dagin í teimum flokkum/lærugreinum, har pláss er. Skipanin er kend frá HF- skeiðunum, men ofta er tað ógjørligt hjá teimum stakgreinalesandi at verða tikin upp til kjarnulærugreinirnar, av tí at flokkarnir eru fullsettir av fulltíðarnæmingum í hesum lærugreinum. Tílík skipan er t.d. kend í Íslandi, og hon verður nógv brúkt, bæði av teimum, sum eru í vinnu og sum vilja uppskúla ella eftirútbúgva seg, og av teimum, sum ikki eru vinnuliga virkin. Tær lærugreinir, sum pláss ikki er fyri um dagin, og/ella sum eru nógv eftirspurdar, kundu verið bodnar út um kvøldið. Á henda hátt kundu fólk valt sær lærugreinir, ið styrktu teirra vinnuliga førleika. Tað kundu verið nakrar almennar og vinnuligar lærugreinir. Eisini kundu vaksin tikið størri partar av eini miðnámsútbúgving ella alla útbúgvingina, soleiðis at gjørligt varð at halda fram við víðari lestri. Miðnámsskúlarnir við sínum fjølbroyttu útbúgvingartilboðum kunnu vera ein týðandi táttur í vaksnamannaútbúgvingunum. Raksturin av slíkum tilboði hevur ikki fyri neyðini at vera so kostnaðarmikil, um vit fara at skilnýta tað útboðið, sum longu er á skúlunum. Fyri tey, sum kunnu fylgja undirvísingini um dagin, er ikki talan um nakran serliga øktan kostnað fyri undirvísingarverkið. Longu nú rinda stakgreinalesandi eitt ávíst gjald fyri hvørja lærugrein, tey fylgja. Endamálið víð slíkum útbúgvingartilboð er at geva vaksnum høvi at útbúgva seg víðari. Útbúgvingin kann soleiðis leiða til eitt nýtt stig í teirra yrki ella geva teimum møguleika fyri einum nýggjum yrki. 3 Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Í Føroyum hava vit ikki serstakar arbeiðsmarknaðarútbúgvingar annað enn tær, sum vinnuskúlarnir bjóða sum skeið ella sum skeiðsrøðir. Endamálið við slíkum útbúgvingum er at styrka um arbeiðsførleikan hjá arbeiðsmegini í sínari heild og at bøta um fakliga førleikan hjá arbeiðsleysum, so tey økja um møguleikar sínar at fáa arbeiði. Hækkan í førleika hevur eisini við sær, at einstaklingurin styrkir um sín demokratiska leiklut í samfelagnum. Mett verður, at tað skuldi verið gjørligt hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS) at gingið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, møguliga eisini Almannastovuni og yrkisskúlum o.tíl., við tí fyri eyga at fáa eina skipan, sum setur arbeiðsmarknaðarútbúgvingar í fastari kamar í mun til í dag. Hesar arbeiðsmarknaðarútbúgvingar kunnu verða skipaðar sum: • Útbúgving/skeið fyri ófaklærd, býtt upp í yrkis- ella tænastugreinir. • Eftirútbúgving av faklærdum, býtt upp í yrki. • Serlig skeið fyri arbeiðsleys. • Serlig skeið fyri øl. Vanliga eru arbeiðsmarknaðarútbúgvingar ókeypis fyri tann luttakandi, men fyri at gera tað freistandi bæði hjá arbeiðsgevarum og arbeiðsmegini at nýta tílíkt skeiðsvirksemi, er tað umráðandi, at funnin verður ein hóskandi fíggingarháttur. 4 Atkomumøguleika. Tað er ikki møguligt hjá øllum at koma fram at tí, sum er umrøtt omanfyri. Serliga eru tað tey, sum búgva í Streymoy og í Eysturoy, ið hava flestu møguleikarnar í boði. Tó má roknast við, at tey, sum búgva í Tórshavn ella sum hava møguleikar at koma hagar, eru tey, sum eru best fyri at luttaka í ymiskum skeiðvirksemi. Tá ið tað ræður um tær bókligu útbúgvingarnar, er fjarlestur ein háttur, sum vinnur alt meira fram. Fjarlestur hevði verið ein góður møguleiki hjá teimum, ið ikki kunnu koma, har skúlin er. Fjarstøða í mun til undirvísingarstaðið ella trupulleikar av at samskipa arbeiðstíð og skeiðvirksemi kunnu vera orsøkir til, at tað liggur illa fyri at luttøka í skeiðvirksemi/eftirútbúgving. Kunningartøkni er í hesum høpi eitt sera hent amboð í sambandi við fjarlestur. Tá ið kunningartøkni verður tikin í nýtslu sum amboð í sambandi við skeið/útbúgvingar, er neyðugt, at útgerðin er atkomulig. Hetta kann samskipast við KT-verkætlanina í fólkaskúlunum, har ætlanin er, at hvør skúli í landinum alt eftir næmingatali skal hava eitt ávíst tal av teldum, ið eisini hava internetsamband. Í hesari verkætlan er eisini rúmd fyri, at fólkaskúlin á staðnum verður ein kunningarmiðdepil, ið m.a. ger tað møguligt hjá øllum borgarum at nýta hesa útgerð. Hetta fer at hava við sær - tá ið ætlanin er fullførd einaferð (seint í ár 2000) - at øll fólk í landinum á skúlunum hava atgongd til internetið. Hetta kundi verið ein byrjan hjá teimum, ið enn ikki hava teldu/internet heima, at fingið innlit í nýtslu av kunningartøkni. Hugsast kann, at skúlar, sum hava stakgreinalestur í einstøkum lærugreinum, eisini fara at skipa fyri fjarlestri í hesum lærugreinum um internetið. Í sambandi við vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðarútbúgvingar verða tað óivað útbúgvingar, sum eru so serstakar, at ikki er grundarlag ella fakligur førleiki í Føroyum til at fremja tær. Slíkar útbúgvingar kunnu verða roknaðar sum fjarlestur (t.d. um internet), ið onnur lond bjóða út. Skilagott og neyðugt verður at kunna seg meira við slíkar møguleikar og eisini at tryggja sær atgongd til á henda hátt at útbúgva seg. Tað veri seg bæði viðvíkjandi víðari útbúgving og eftirútbúgving. 6 Samanbinding av útbúgving í Føroyum og uttanland. Møguleikarnir at byrja eina hægri útbúgving í Føroyum innan ávís øki og síðan gera hana lidna í einum øðrum landi eru rímiliga góðir. Sí meira um hetta í kapitli 5. 7 Studentaflytføri og altjóða skrivstov. Altjóðagerðin á útbúgvingarøkinum, sum greitt er frá í kapitli 5.1 á síðu 90 ger, at størri tørvur er á vitan um útbúgvingar, stuðulsmøguleikar og liviumstøður í øðrum londum, soleiðis at vit eru før fyri at geva lesandi nøktandi leiðbeining. Tørvur er eisini á øktum samskifti við útlendskar lærustovnar og á, at vit kunnu fylgja við í og umsita millumlanda avtalur og skipanir. Flestu lærustovnar í Føroyum hava lestrarvegleiðing, men tað er avmarkað, hvat einstøku lestrarvegleiðararnir megna og hvat teir kunnu ráðgeva um. Serliga eru tað tey, sum lesa uttan fyri Norðurlond, ið eru slept upp á fjall, men eisini tey, sum lesa í Danmark og øðrum Norðurlondum, hava í ávísan mun tørv á betri leiðbeining. Ein triði bólkur - tey sum taka ein part av útbúgvingini í Føroyum og annan part uttanlands - hevur eisini serligan tørv á ráðgeving, sum ikki er nøktaður í dag. Ein øðrvísi og rættuliga nýggjur bólkur eru tey ph.d-lesandi, sum hava tørv á granskingarsambondum uttanlands – annaðhvørt tí tey skulu taka partar av granskingarútbúgving síni á útlendskum granskingarstovni ella tí tey ynskja samband við granskingarnetverk av áhuga fyri fakøki teirra. Harumframt kundu aðrar tænastur í sambandi við lestur uttanlands, t.d. umbýti av lesandi og lærarum, verið betri enn tær eru í dag. Um verandi stovnar og skipanir skulu lyfta hesa uppgávu, gerst tað bert við samanlagt nógv størri arbeiðsorku og kostnaði, enn um ein samskipan og í ávísan mun miðsavnan av arbeiðinum fer fram. Aðrastaðni er vanligt, at altjóða skrivstovur á lærustovnunum taka sær av tílíkum arbeiði. Ráðgevandi nevnd Stuðulsstovnsins hevur lagt uppskot fyri landsstýrismannin í útbúgvingarmálum at seta á stovn eina altjóða skrivstovu í Føroyum. Altjóða skrivstovan skal verða sambindingarliður millum lesandi og lærustovnar úti og heima og vera savningarstað fyri vitan um útbúgving og gransking, sum hevur áhuga fyri føroyingar og Føroyar. Harumframt skal skrivstovan hava ítøkiligar uppgávur í sambandi við lestrarvegleiðing og -ráðgeving, umsiting av millumlanda avtalum og skipanum, samskipan av samstarvi við útlendskar lærustovnar o.a. 1 Arbeiðsuppgávur hjá føroyskari altjóða skrivstov. Nevndin sigur m.a. í uppskotinum, at ein altjóða skrivstova skal vera amboð hjá øllum føroyskum útbúgvingarstovnum, sum meta seg hava nyttu av tílíkum stovni. Fleiri hægri lærustovnar í Føroyum umframt lestrarvegleiðarafelagið hava greitt sagt seg hava eina tílíka skrivstovu fyri neyðini. Eisini metir nevndin, at allir granskingarstovnar kundu fingið gleði av tí serkunnleika, sum verður savnaður á altjóða skrivstovuni. Serliga í sambandi við ph.d.-lestur hava teir ráðgeving og hjálp fyri neyðini. Harumframt eiga allir einstaklingar, sum leita sær upplýsing um útbúgvingarmarknaðin uttanlands, at kunna venda sær til skrivstovuna fyri at fáa upplýsingar og ráðgeving. Altjóða skrivstovan hevði kunnað savnað fleiri uppgávur, sum í dag liggja spjaddar, og kundi á tann hátt bygt upp eina sterka ráðgeving til frama fyri føroyskar útbúgvingarstovnar og lesandi uttanlands[104]. 1 Savningarstaður fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleika. Nevndin sigur m.a. í uppskoti sínum: Ein tann týdningarmesta uppgávan hjá altjóða skrivstovuni verður at virka sum savningarstaður fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Sum er sita nógv fólk við vitan og persónligum kontaktum til útheimin - tað eru lestarvegleiðarar, lærarar, granskarar o.o. Hesi eru tó so spjadd, at tað mestsum er tilvildarligt, hvør kann fáa ágóðan av vitanini. Harafturat kemur tann vitan, føroyingar staddir uttanlands í lestrar- ella øðrum ørindum hava. Tað er av stórum týdningi at varðveita sambandið við tey, soleiðis at samfelagið kann fáa størst møguligan ágóða av teirri íløgu, sum er løgd í at útbúgva hesi fólkini. Ein altjóða skrivstova við góðum sambondum og eini heildarmynd av samskiftinum millum føroyska útbúgvingar- og granskingarumhvørvið og útheimin kundi gjørt, at hetta tilfeingi varð væl betur gagnnýtt enn í dag. Ein altjóða skrivstova kann harafturat virka sum - sambindingarliður millum stovnar og fólk úti og heima - bæði formliga og óformliga. 2 Lestrarvegleiðing og -ráðgevin. Ætlanin er ikki, at altjóða skrivstovan skal koma í staðin fyri verandi lestrarvegleiðing úti á lærustovnunum, men skrivstovan skal virka sum upplýsingardepil fyri lestrarvegleiðarar og skal veita teimum servegleiðing, Skulu vit kappast við londini kring okkum um útbúgvingartilboð, er neyðugt at hesi tilboð eru á sama støði og hava í sær somu møguleikar sum tey, sum skulu út um landoddarnar at lesa. Skrivstovan kann eisini umsita netverksavtalur og leggja lag á, tá stovnar ætla sær at gera samstarvsavtalur við útlendskar lærustovnar. 1 Samstarv við lærustovnar uttanlands og umsiting av millumlanda avtalum og skipanu. Altjóða skrivstovan kann styrkja samskiftið við lærustovnar uttanlands við at stovna og viðlíkahalda sambond við útlendsku lærustovnarnar og í hesum sambandi at veita tænastur til føroyskar lærustovnar, sum ynskja at nýta hesi sambond. Skrivstovan kann eisini virka fyri umbýti av lesandi, og herundir eisini at útlendingar koma higar at útbúgva seg. Her kundi skrivstovan møguliga verið íverksetari og ráðgevandi viðvíkjandi góðskriving (meritering), t.v.s. at hon kundi hjálpt lærustovnunum við áseting av ECTS-stigum[105] fyri ymsu skeiðini. Altjóða skrivstovan kundi eisini gjørt kunningartilfar til útlendskar studentar, sum kundu hugsast at komið til Føroyar og kundi annars hjálpt við upplýsing til bæði føroyskar og útlendskar lærustovnar. 3 Samband við altjóða skrivstovur í øðrum londu. Altjóða skrivstovur aðrastaðni standa í nógvum førum fyri samstarvsavtalum og fyri stórum parti av samskiftinum millum hægri lærustovnar. Um vit skulu vera partur av altjóða útbúgvingarmarknaðinum, er alneyðugt at vit skipa okkum soleiðis, at vit fáa sum mest burturúr, men eisini á ein hátt, sum útlendskir lærustovnar kunnu gjøgnumskoða. Í øllum Norðurlondum og í Evropa sum heild eru altjóða skrivstovur knýttar at ella eru partur av hægri lærustovnum. Ymiskt er, hvussu tær eru skipaðar, men felags fyri tær er, at tær umsita netverksavtalur, ráðgeva innan meritering, veita lesandi beinleiðis ráðgeving og praktiska hjálp. Flest allar altjóða skrivstovur ráðgeva lærustovninum í spurningum um útbúgvingar og viðkomandi viðurskifti annars í útlondum. Nakrar skrivstovur veita tænastur til studentar burturav, meðan aðrar skrivstovur eisini veita tænastur til granskarar, serliga ph.d.-lesandi, sum fara út í heim. Tá farið verður undir at skipa eina altjóða skrivstovu í Føroyum, er neyðugt, at vit leita okkum hjálp frá øðrum, sum hava verið í gjøgnum somu tilgongd. Vit eiga millum annað at hyggja eftir, hvussu smáir og samansettir stovnar hava gjørt, sum t.d. Háskólinn á Akureyri og Handelshøjskole Syd í Danmark. Men vit eiga eisini at hyggja at størri eindum, sum hava sama spektrið av uppgávum, sum ein felags føroysk altjóða skrivstova fer at hava. Tað er eisini umráðandi at fáa sambond við leiðarar á altjóða skrivstovum, sum kunnu leggja okkum lag á arbeiðið at uppbyggja skrivstovuna. Nevnast kann, at Setursskrivstovan á Fróðskaparsetrinum í eina tíð hevur samskift við fólk frá altjóða skrivstovum og lyklapersónar úr ymsum londum, sum eru áhugað í at veita ráðgeving og at taka upp formligt samstarv, so skjótt ein altjóða skrivstova verður veruleiki. 2 Uppbygging av skrivstovuni og stovnsligur karmu. Ráðgevandi nevnd stuðulsstovnsins skjýtur upp, at altjóða skrivstovan verður á Fróðskaparsetri Føroya, men at skrivstovan fær sína egnu játtan á løgtingsfíggjarlógini og at stovan rindar Fróðskaparsetrinum fyri meirútreiðslur, ið standast av at hýsa skrivstovuni eftir sama leisti sum fyri Granskingarráðið. Við at hava skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum verða skrivstovuútreiðslurnar so lágar, sum til ber, tí tænastur og kunnleiki, ið frammanundan finnast á stovninum, kunnu nýtast. Annar fyrimunur við at hava skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum er, at her kann altjóða skrivstovan fáa best møguligar umstøður at virka undir, tá ræður um fakligt umhvørvi og nýtslu av verandi sambondum úteftir. Vansin við at leggja skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum er, at sambandið við onnur enn tey, sum eru knýtt at Setrinum, kann verða truplari, enn um hon var fyri seg sjálva í einum høli aðrastaðni í býnum. Roknað verður við, at skrivstovan sbrt. hesum uppskoti við øllum fer at kosta 550.000 kr. um árið. 8 Langtíðarætlanir fyri hvussu vit byggja upp nýggjar útbúgvinga. Tá vit skulu gera langtíðarætlanir fyri, hvussu vit byggja upp nýggjar útbúgvingar, er fyrsta stigið at gera okkum greitt, hvussu vit vilja raðfesta, hvørjar útbúgvingar vit vilja hava her á landi, og á hvørjum stigi tær skulu vera. Ymisk atlit kunnu avgera, hvørjar útbúgvingar skulu vera í landinum, eitt nú hvussu stórur tørvurin er á fólki við viðkomandi útbúgving, um arbeiðsmegi við viðkomandi útbúgving væntandi (vegna serlig føroysk viðurskifti) verður minni verd, um hon er nomin uttanlands, um serlig viðurskifti við útbúgvingini onkursvegna gera, at tað í serligan mun er til gagns fyri vinnulívið ella aðrar útbúgvingar, at umhvørvið er í landinum, ella at aðrar útbúgvingar bera í sær, at tilfeingi kortini er í landinum, soleiðis at tað verður lutfalsliga bíligt og ómakaleyst at seta útbúgvingina á stovn her. Raðfestingin millum støðis- og kandidatútbúgvingar á einum øki eigur at vera ymisk, alt eftir hvat samfelagnum tørvar at fáa burtur úr útbúgvingini. Er talan um eitt lutfalsliga breitt øki, har tørvurin á útbúnum fólki er stórur, og tørvur verður á javnari tilgongd (t.d. løgfrøði ella kunningartøkni), talar mest fyri at hava kandidatútbúgvingina her. Er talan hinvegin um øki, har tørvur er á háspesialiseraðari vitan (t.d. biotøkni) ella serligu umstøður okkara gera, at vit í alheims høpi mugu metast at hava serligar fortreytir – og harvið skyldu – at granska (t.d. føroyskt mál og mentan), mugu vit eisini hava kandidatútbúgvingar. Í valinum millum, hvørjar eftirútbúgvingar vit skulu hava sjálv, eiga vit at meta um, hvørt málbólkurin er so stórur, at hann kann ”bera” íløguna, ella bólkurin er so lítil og háspesialiseraður, at tað kanska bæði verður bíligari at nema eftirútbúgvingina aðrastaðni, og øvut at lítla grundarlagið ger, at vandi verður fyri, at ikki ber til at uppbyggja neyðuga førleikan í at veita eftirútbúgvingina her. Nú er tað kortini ikki so, at valini, vit skulu gera, neyðturviliga skulu vera so knívskorin: Sum sagt verður í partinum um altjóða samstarv, kunnu útbúgvingar verða veittar á einum ávísum útbúgvingarstaði, ella tær kunnu verða settar saman av pørtum frá fleiri ymiskum útbúgvingarstøðum, at serútbúgvingar t.d. kunnu verða tiknar aðrastaðni enn støðisútbúgvingar. Í hvørjum føri sær eigur at verða mett um, hvat betur loysir seg – at gera samstarvsavtalur við útbúgvingarstovnar uttanlands, sum frammanundan veita hesar útbúgvingar, ella at gera tær í Føroyum. Fyrimunir eru, sum vit eisini vísa á, við báðum skipanum: senda vit næmingar út í heim at útbúgva seg, soleiðis at teir koma í fremmant umhvørvi at virka og læra onnur mál og mentan, so er tað bæði mennandi fyri einstaka næmingin og ein fyritreyt fyri samfelagsligari altjóðagerð. Fyrimunirnir við at gera útbúgvingar á føroyskum útbúgvingarstovnum og møguliga fáa lærarar uttaneftir at undirvísa eru m.a., at tað virkar við til at skapa umhvørvi heima hjá okkum sjálvum og hækka stigið, bæði á okkara egnu útbúgvingarstovnum og í samfelagnum sum heild. Við nýggju tøkniligu møguleikunum innan fjarundirvísing verður lættari at leggja til rættis útbúgvingar í samráð við og í sambandi við stovnar uttanlands. Møguleiki verður at fáa eitt fjølbroyttari frálæruútboð, og sjálv kunnu vit bjóða okkum fram innan øki, har vit eru sterk. Eisini verður gjørligt, at føroyskir útbúgvingarstovnar í størri mun samstarva sínámillum, so vit gagnnýta undirvísingartilfeingi betur. Fyri einstaka næmingin merkir hetta størri smidleika – næmingar fara í størri mun at kunna leggja útbúgvingargongdina til rættis eftir egnum tørvi, og skift kann verða ímillum at vera til staðar á egnum lærustað/- stovni, ella aðrastaðni í Føroyum, uttanlands ella heima við hús. Fjarundirvísing hóskar seg, longri frammi ein er staddur í einari útbúgvingargongd. Men fjarundirvísingin kann ivaleyst eisini við góðum úrsliti verða tikin upp í undirvísingina í fólkaskúlanum - lærarin kann t.d. leggja uppgávur út á internetið til næmingarnar at loysa. Almennfaklig lestrartilboð, ið verða tillagað tørvinum hjá privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, kunnu verða ment bæði sum heilar útbúgvingar og sum eftir- og framhaldsútbúgvingartilboð. Tá ið vit – grundað á omanfyrinevndu fyrilit – hava avgjørt møguliga at seta á stovn útbúgving í Føroyum, og ítøkiligu stigini skulu takast til skipan og innihald, eigur hetta at verða gjørt, soleiðis at ymisku áhugamálini sleppa at seta fram síni sjónarmið og allarhelst beinleiðis ávirka úrslitið. Hetta er serliga týdningarmikið, tá talan er um málrættaðar útbúgvingar, t.d. til vinnulívið. Meira alment eigur fyrilit eisini at verða fyri, at útbúgvingar hava størst møguligt grundfesti í samfelagnum, soleiðis at sum mest nytta fæst burtur úr teimum. Ítøkilig sti. Nevndin hevur frammanfyri víst á ymisk viðurskifti í verandi skipan, ið eiga at verða broytt. Eisini er víst á nýggj tiltøk, ið nevndin metir kunnu fremjast innan eina ávísa tíð. Nevndin hevur í sínum uppbýti ikki skilað til, hvørt tilfeingisgrundarlagið er tøkt til at fremja tilráðingarnar ella ikki, men hevur bert mett um, í hvønn mun tað kann fremjast innan ávísan tíðarkarm. Tá ið gjørt verður av at fara undir at seta tiltøk í verk, er neyðugt at tryggja sær, at neyðugt tilfeingi er til taks fyri at fremja uppgávuna. Niðanfyri er víst á tær tilráðingar, sum nevndin hevur mælt til at fremja. Tilráðingarnar eru býttar upp í tríggjar bólkar: 1) eftir stuttari tíð (upp til 3 ár) 2) eftir lutfalsliga longri tíð (millum 3 til 6 ár) og 3) einans eftir umfatandi umleggingum og fyrireikingum, sum tískil taka munandi longri tíð. Tíðarflokkingin er at fata sum vegleiðandi. 1 Eftir stuttari tíð (upp til 3 ár). 1 Samstarvið millum pedagogar og lærarar um seinastu árini undan skúlaaldri og fyrstu árini í skúlanum. Fleiri dagstovnar verða settir á stovn ymsa staðni í landinum. Fyri at tryggja eitt so lagaligt skifti millum dagstovn og fólkaskúla til frama fyri næming, foreldur og skúla/lærarar, verður skotið upp, at pedagogarnir, sum arbeiða við teimum elstu børnunum á dagstovninum, í so góðari tíð sum gjørligt fyrireika børnini til fólkaskúlan í samstarvi við teir lærarar, sum skulu hava hesar næmingar í fólkaskúlanum. Hetta samstarv eigur eisini í ein ávísan mun at halda fram, eftir at næmingurin er komin í 1. flokk, tí pedagogar og lærarar hava fyri ein part hvør sín førleika, sum saman verða øllum at gagni. Neyðugt er at seta barnið/næmingin í hásætið. 2 Samskipa fólkaskúlar uttan framhaldsdeild við fólkaskúla, sum hevur framhaldsdeild. 62 fólkaskúlar eru kring um í landinum. Av hesum hava 18 framhaldsdeild, meðan 44 sostatt ikki hava framhaldsdeild. Millum hesar 44 fólkaskúlar uttan framhaldsdeild eru 13 skúlar, sum ikki hava undirvísing fram til 7. flokk. 3 hava undirvísing fram til 6. flokk, 6 fram til 5. flokk og 4 fram til 4. flokk. Næmingarnir í hesum 13 skúlunum skulu skifta skúla fyri at koma í hægri flokk, áðrenn farið verður í framhaldsdeildina. Harumframt eru 31 fólkaskúlar, har næmingarnir skulu skifta skúla fyri at koma í framhaldsdeildina (8. – 10. flokk). Fyri at tryggja, at skiftið frá tí lítla bygdarskúlanum til nýggjar fremmandar umstøður gerst so ómakaleyst sum gjørligt, verður skotið upp, at eitt formligt samstarv verður fingið í lag millum teir skúlar, sum lata næmingar til teir størru skúlarnar. Samstarvið eigur at fevna um fyrireiking til skúlaskiftið fyri bæði næming og foreldur, undirvísingartilfar, leiðslu og skúlanevnd. Fyri at tryggja størst formliga samskipan kundi ein loysn verið, at skúlin við framhaldsdeild hevði sum uppgávu at virka sum økisskúli, t.e. at hesin skúli hevði eina umsjón við teimum skúlum í økinum, sum ikki hava framhaldsdeild og sum lata næmingar til skúlan. Hetta samstarv kundi verið framt við at økisskúlastjórin hevði regluligar fundir við hinar skúlaleiðararnar fyri at tryggja skilabestu samskipanina, skifta um fakligar og námsfrøðiligar royndir o.a. 3 Samskipa (trygt) skifti frá fólkaskúla til miðnámsskúl. Formliga gevur 9. flokkur atgongd til miðnámsskúlarnar og tí eigur at verða farið beint frá 9. skúlaári til miðnámsútbúgving. Fyri tey, sum ikki halda hetta vera møguligt, verður 10. skúlaár lagað til miðvísa fyrireiking til víðari útbúgving, bæði fyri tey, sum fara beinleiðis víðari, og tey, sum seinni vilja útbúgva seg víðari. 4 Fremja roynd við 10. flokki, sum ger leiðina frá fólkaskúla til miðnámsskúla lagaligar. Í nýggju fólkaskúlalógini er gjørligt at skipa fyri breytatilboðum. Hugsast kundi, at roynd varð fyriskipað við nøkrum breytatilboðum í samstarvi við miðnámsskúlar fyri at veita næmingunum møguleika at royna eina ”tøknibreyt”, ”handilsbreyt”, ”fiskivinnubreyt”, ”studentabreyt” o.s.fr. Kannað kundi eisini verið, um gjørligt var at fáa avriksflutning fyri ein part av hesari tíð, tá ið farið verður á miðnámsskúla. 5 Seta skipan í verk, ið veitir skúlaleiðslunum í fólkaskúlanum betri umstøður at útinna námsfrøðiliga leiðsl. Leiðslan í fólkaskúlanum hevur nógvar uppgávur. Serliga hevur hon ein týðandi leiklut í at fremja ætlanirnar í fólkaskúlalógini. Neyðugt er, at leiðslan fær góðar karmar at virka undir fyri at fremja námsfrøðiliga leiðslu. Hetta eigur m.a. at fevna um leiðaraútbúgving fyri skúlaleiðslur, førleikakrøv til umsøkjarar, netverk og dagføring av leiðsluførleika. 6 Seta á stovn netverk, samstarv og námsfrøðiligt menningararbeiði í miðnámsskúlunu. Fleiri miðnámsskúlar eru, sum liggja nærhendis hvørjum øðrum. Eindirnar eru vanliga smáar. Fyri at fáa íblástur til dagliga arbeiðið og lata onnur fáa gleði av royndum hjá einstaka skúlanum, vildi eitt formligt netverk millum miðnámsskúlarnar kunnað givið hvørjum øðrum nógv, sum longu er til staðar í dag, men sum er spjatt. Samstarv millum skúlar/lærarar innan felagsøki, t.d. KT, felagslærugreinir, námsfrøðiligt arbeiði, vildi á sama hátt kunnað vigað upp fyri smáu eindunum og kunna veitt hvørjum skúla/lærara ein íblástur, sum hevði ført við sær, at skúlin/lærarin fekk lut í royndum hjá øðrum. Slíkt samstarv skuldu eisini kunnað tryggjað námsfrøðiliga menning, bæði hjá tí einstaka og skúlunum sum heild. 7 Góðskukervi og reglulig meting í undirvísingarverkinu. Farið verður undir at seta í gongd metingar av undirvísingar- og granskingarverkinum. Hetta verður bygt upp í tveimum. Hitt fyrsta er ein innanstovna góðskukervisskipan á teimum einstøku stovnunum út frá sama hugsanarhátti, sum liggur aftan fyri ISO-skipanirnar, t.d. sum dygdarmenningin í vinnuskúlunum ger. Ábyrgdina av hesum fáa stovnsleiðslurnar saman við teimum, sum starvast í undirvísingar- og granskingarverkinum við hjálp frá ráðgevum uttanífrá. Í hesum formi eru metingar eitt gott amboð at seta sær nýggj mál og heysta ónýttar menningarmøguleikar. Hin næsta er vanliga eftirlitið hjá yvirskipaðu umsitingarleiðsluni. Um tørvur er á serligum stovni ella serligari skipan í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, verður hetta kannað nærri. 8 Styrkja undirvísingina innan KT á universitetsstig. Stig verða tikin til at styrkja undirvísingina innan KT á universitetsstigi fyri at stuðla upp undir KT sum vinnuøki og fyri at nøkta tørvin á fólki við KT førleika á hægri stigi til arbeiðsmarknaðin. Hetta átak eigur at verða samskipað við og stuðlað undir tilráðing 7.2.5 á síðu 136. 9 Seta á stovn útbúgving innan bioteknolog. Fyri at nýta tilfeingið úr havinum til annað enn mat, eitt nú sum ráevni til aðra vøru, verður útbúgving innan bioteknologi sett á stovn við tí í hyggju at gerast grundarlag undir vinnuligum virksemi. Mælt verður til, at útbúgvingin fer fram á Fróðskaparsetri Føroya. 10 Læraraskúlaútbúgvingin tillagast nýggju umstøðunum, møguliga samskipast við Fróðskaparsetur Føroy. Læraraskúlaútbúgvingin verður dagførd samsvarandi nýggju krøvunum til fólkaskúlan, serliga við atliti at nýggju fólkaskúlalógini og broytingini í samfelagnum. Kannað verður, í hvønn mun eitt møguligt samstarv/samskipan kann fara fram við Fróðskaparsetur Føroya innan tað fakliga økið, hølisviðurskifti, útgerð, fyrisiting o.a. 11 Seta í verk gransking innan námsfrøði, t.d. við ph.d. í námsfrøð. Farið verður í holt við at seta á stovn gransking innan námsfrøði. Neyðugt er at fremja gransking innan hetta øki við støði í heimligu viðurskiftunum. Granskingin fer fram í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Læraraskúla. 12 Seta í verk eitt vitanarnet, ið bindur alt skúlaverkið saman um KT (íroknað Fróðskaparsetur Føroya. Tikin verða stig til at seta á stovn eitt vitanarnet, sum skal tæna sum eitt net, har skúlar sínámillum kunnu skifta um royndir, seta upp fakligar kjaksíður, elektoniskar ráðstevnur o.a. Allir skúlar verða bundnir í vitanarnetið soleiðis, at bæði horisontalt og verktikalt samskifti/samarbeiði fer fram í størst møguligan mun. 13 Styrkja samfelagsvísindi á Fróðskaparsetri Føroy. Samfelagsvísindi fáa neyðugt tilfeingi fyri veruliga at kunna útinna samfelagsvísindaliga gransking. Tørvurin á at styrka henda partin av granskingini veksur alsamt. Neyðugt er at fáa eina óhefta ráðgeving, sum økt gransking innan samfelagsvísindi kann virka fyri, samstundis sum stigið í almenna kjakinum kann hækkast. So hvørt sum føroyska fyrisitingin fær sínar egnu siðir, m.a. innan lógararbeiði og lóggávu yvirhøvur, verður neyðugt við gransking og undirvísing innan hesi øki. 14 Savna hægri undirvísing og gransking á/undir Fróðskaparsetri Føroya í størst møguligan mun. Gransking í Føroyum verður - eftir hoyring hjá Granskingarráðnum - raðfest og samskipað undir Fróðskaparsetrinum í nýggjari depilsskipan. Neyðugar tillagingar, møguliga í bygnaðinum á Fróðskaparsetrinum, verða gjørdar fyri at veita størri møguleika fyri samfelagsligum raðfestingum. Granskingarstovnar yvirhøvur ganga inn í depilsbygnaðin og samskipan er eisini við skúlaverkið, serliga hægru útbúgvingarnar og við vinnulívið. Raðfest verður, hvussu og nær farið verður undir nýggja granskingarøkið fyri at styrkja gransking, menning, vitan og frálæru í Føroyum. Gransking og menning innan vinnulívið verður samskipað við granskingar- deplarnar og arbeitt verður fyri, at privata vinnulívið er við í fíggingini av endamálsgransking og menningarætlanum. 15 Endurskoða uppgávuøkið hjá granskingarráðnum við atliti at lítla granskingar-umhvørvinu. Uppgávuøkið hjá Granskingarráð Føroya verður endurskoðað við atliti at lítla granskingarumhvørvinum. 16 Seta á stovn altjóða skrivstov. Altjóða skrivstova verður sett á stovn fyri at tryggja, at kunnleikin um útbúgvingar uttanlands fær størst møguliga útbreiðslu. Skrivstovan fær m.a. eisini til uppgávu at tryggja altjóða góðkenning av føroyskum útbúgvingum á universitetsstigi fyri at veita so dygt studentaflytføri sum gjørligt. 17 Raðfesta granskingarnetverkið hjá smátjóðum hægr. Tikin verða stig til at fáa økt um netverkið innan gransking við smátjóðum fyri at skifta um royndir við lond, sum vit hava nógv felags áhugamál við. Á ráðstevnuni ”Microstates 99”, ið var í apríl 1999, vórðu netverk fingin í lag. Hóskandi kundi verið at bygt víðari á tey og formskipað samstarvið. 18 Menningarbólkur millum skúlaverkið, granskingarumhvørvið og vinnuna verður settur á stovn. Fyri at tryggja størst møguligt samstarv verður ein menningarbólkur settur á stovn við umboðan frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, granskingarumhvørvinum, Vinnumálastýrinum og vinnulívinum. Menningarbólkurin fær til uppgávu at tryggja sameining av undirvísingini, granskingini og vinnulívinum. 2 Lutfalsliga longri tíð (millum 3 til 6 ár). 1 Seta í verk royndirnar við 10. flokki sum bindilið ímillum fólkaskúla og miðnámsskúl. Tær royndir, ið framdar eru við at gera skiftið frá fólkaskúla til miðnámsskúla (tilráðing 7.1.4 á síðu 133), verða formliga settar í verk í øllum framhaldsdeildum. 2 Fremja tvørskurð av miðnámsútbúgvingunum við størri horisontalum samstarvi fyri eyg. Allar miðnámsútbúgvingar verða kannaðar og samanbornar við tí fyri eyga at fáa í lag størri horisontalt samstarv, bæði innan hvørja lærugrein sær og innan fakøkir. 3 Útbyggja eftirmetingina við mátingum bæði innan- og uttanland. Tá ið góðskukervið og reglulig meting í undirvísingarverkinum eru komin á eitt rímiligt støði (sí tilráðing 7.1.7 á síðu 134) verða stig tikin til at seta regluligar mátingar á stovn millum skúlar/stovnar, bæði innan- og uttanlands (t.d. benchmarking). Talan kann eisini verða um at fáa eftirmetingarstovnar at fremja regluligu eftirmetingina, t.d. OECD. 4 Fáa altjóðagerðina inn sum ein natúrligan lið í fólkaskúlanum og miðnámsútbúgvingunu. Altjóðagerðin verður tikin inn í skúlan sum ein natúrligur partur av undirvísingini. 5 Undirvísing og gransking innan KT á universitetsstigi. Gransking og tøkni í samfelagnu. Av tí at hesin spurningur fevnir um øll samfelagsøki, verður skotið upp, at almennur politikkur viðvíkjandi gransking, tøkniligari menning og leikluti teirra í vitanarsamfelagnum, sum kemur afturat tí ídnaðarsamfelagi, vit hava livað í og sum ikki longur einsamalt klárar at leggja støði undir ta vælferð og menning, vit ynskja. Uppskot til eina orðing er hjáløgd sum ískoyti (sí skjal 1 á síðu 142. 6 Seta á stovn vitanardepla. Skúlar og undirvísingar- og granskingarstovnar fáa, umframt sínar vanligu uppgávur, álagt at virka sum teir vitanardeplar, sum so stórur tørvur er á í samfelagnum. Eitt útgreiningararbeiði verður sett í gongd fyri at greina, hvussu undirvísingarverkið og granskingarumhvørvið kunnu røkja hesa uppgávu - frá fólkaskúlunum til Fróðskaparsetrið. Bygt verður á ætlanina "Kunningartøkni í fólkaskúlanum" og kunningartøkni í skúlum og granskingarstovnum yvirhøvur. Kannað verður, hvussu hendan uppgáva kann skipast og hvørjar játtanir hon krevur. 7 Fáa í lag avtalu við ES um útbúgvingar- og granskingarskipani. Fyri at fáa lut í teimum skipanum, ið fara fram innan útbúgving og gransking í ES, verður avtalað gjørd við ES um, at Føroyar fáa lut í teimum skipanum, ið mettar verða hóskandi til okkum. 8 Keypa ávísar tænastur frá OEC. Avtala verður gjørd við OECD um at keypa ávísar tænastur til meting av undirvísing og gransking í Føroyum. 3 Einans eftir umfatandi umleggingum og fyrireikingum og sum tískil taka munandi longri tí. 1 Formur: Royndir við fríari undirvísingarformu. Til tess at meta um møguleikarnar at royna aðrar undirvísingarformar verða tær royndir, sum eru gjørdar í fólkaskúlanum og miðnámsútbúgvingunum, samanfataðar og lagdar verða til rættis víðkaðar royndir við aðrari frálæru enn floksundirvísing. Talan eigur bæði at vera um royndir á einstøkum skúlum, royndir millum skúlar á sama stigi og royndir millum skúlar á ymiskum stigum. Serliga verður kannaður møguleikin at geva felagsundirvísing tvørtur um skúlamørk hjá miðnámsskúlunum í teimum lærugreinum, sum eru felags. 2 Innihald: Royndir við spurningastýrdari innlærin. Tær royndir, sum eru gjørdar við temaundirvísing, arbeiðsvikum o.s.fr. verða gjørdar upp og út frá hesum verða nýggjar royndir lagdar til rættis við spurningastýrdari undirvísing á øllum skúlastigum. Fyri at gera næmingar og lesandi meira virkisfør verður arbeitt ímóti at størri og størri partar av undirvísingini verða loystir frá sterku lærugreinabindingini og at lærugreinirnar í staðin verða nýttar sum amboð at finna loysnir á spurningunum. Á tann hátt nærkast arbeiðslagið í skúlanum arbeiðslagnum í samfelagnum annars. 3 Trygg skúlabyrja. Eitt útgreiningararbeiði verður sett í gongd fyri at tryggja eina góða skúlabyrjan. Hetta skal bæði vera eitt samstarv millum dagsstovnar og skúlar á størru plássunum og møguleikarnar hjá børnunum at fáa samband við skúlarnar fyri 7 ára aldur á smáplássunum. 4 Tilboð um hægri útbúgvinga. Miðað verður eftir, at tey granskingarøki og undirvísingarumhvørvi á hægsta stigi, sum eru neyðug fyri føroyskt mál, mentan, náttúru, samleika og samfelag, eru tøk í Føroyum og annars allar tær hægru útbúgvingarnar, sum við fyrimuni (í virkisføri ella búskaparliga) kunnu vera í Føroyum. Ígjøgnum altjóða skrivstovu, hóskandi stuðulsskipanir og avtalur við onnur lond og netverk innan útbúgving verður tryggjað, at føroysk lesandi kunnu leita sær til útbúgvingarstøð í øðrum londum, sum bjóða lestur og prógv, sum ikki eru tøk í Føroyum. Hetta amboðið verður nýtt virkið fyri at útvega føroyskum lesandi bestu møguleikar og samstundis fyri at skapa net við sambondum við týdningarmikil granskingarumhvørvi í okkara parti av heiminum. 1 Atgongd til hægri lestur í hinum Norðurlondu. Í 1996 varð avtala gjørd millum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki um javnbjóðis atgongd til hægri lestur hjá persónum í nevndu londum við lærustovnarnar hjá hvør øðrum (umrødd í 5. kapitli). Í avtaluni binda partarnir seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur og sum búgva í einum av londunum, javnbjóðis atgongd til hægru lærustovnarnar. Avtalan tilskilar, at londini Danmark, Finnland, Noreg og Svøríki skulu gjalda 22.000 danskar kr. um árið fyri hvønn lesandi. Hvørt ár verður gjørt upp, hvussu nógv lesandi, hvørt landið hevur í einum av hinum londunum, og nettoútreiðslurnar ella -inntøkurnar verða síðani mótroknaðar í upphæddini, sum londini hvørt sær rinda Norðurlendska Ráðharraráðnum. Ísland er undantikið hesi reglu og rindar einki fyri íslendsk lesandi við hægri lærustovnar í hinum Norðurlondum. Føroyingar hava higartil verið partur av hesi norðurlendsku samstarvsavtaluni sum danskir ríkisborgarar. Danir hava tískil goldið fyri teir føroyingar, sum lesa í hinum Norðurlondum. Um ríkisrættarligu viðurskiftini við Danmark verða broytt, mugu Føroyar koma við í hesa norðurlendsku samstarvsavtaluna. Verandi avtalan fer úr gildi 31. desember 1999, og tí er ógreitt, hvør kostnaðurin kann gerast fyri Føroyar. Áhugavert verður at síggja, um kostnaðurin framhaldandi verður 22.000 kr. fyri hvønn lesandi og um Ísland framvegis sleppur undan at gjalda fyri síni lesandi. Men hóast Ísland møguliga skal rinda eitt ávíst gjald, verður mett, at møguleikin skuldi verið góður fyri, at Føroyar sleppa undan gjaldinum. Hetta er kortini ein samráðingarspurningur. NORDPLUS-skipanin varð sett á stovn í 1988, og endamálið við skipanini er at økja um flytføri hjá lesandi og lærarum ímillum norðurlendskar útbúgvingarstovnar. Skipanin er sett saman av tveimum skipanum: NORDPLUS, sum miðar ímóti hægri lærustovnum og NORDPLUS-junior, sum miðar ímóti miðnámsútbúgvingunum (skipanin er viðgjørd í 5.parti). Føroyingar eru, sum omanfyri nevnt, eisini partur av NORDPLUS-skipanini, sum danskir ríkisborgarar. Gerast Føroyar fullveldi, skulu vit verða sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum og gjalda limaskap sum slíkur fyri at kunna luttaka í NORDPLUS-skipanini. Sum er í løtuni, kunnu føroyingar ikki søkja um pening frá NORDPLUS til umbýti ella uppihald í Grønlandi og Danmark, tí tað verður at rokna sum innanríkis. Verða vit sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum, eru hesar forðingar ikki longur. 2 Luttøka í ES-verkætlanum og útbúgvingarætlanu. Føroyskir granskingarstovnar kunnu óbeinleiðis taka lut í ES-gransking við at knýta seg aftur at einum “systurstovni” í Norðurlondum, sum er uppi í einum ES-granskingartiltaki. Slíkur granskingarstovnur er við í ES- verkætlan sum undirveitari. Tað merkir, at stovnurin er ikki medumsøkjari í verkætlanini, men knýttur at einum av stovnunum, sum søkja. Føroyski granskingarstovnurin býður seg fram at gera partar av verkætlanini, sum ES- verkætlanin rindar fyri. Fyritreytin fyri at hetta ber til er, at føroyski stovnurin hevur okkurt serliga dygdargott at bjóða, t.d. havfrøði (oceanografi) á Fiskirannsóknarstovuni. Harafturat hava tankar verið frammi um at keypa seg við í ES-gransking. Við at rinda 1-2 mill. kr. ber til at sleppa við í eina ES-granskingarætlan og so royna at vinna peningin innaftur gjøgnum sjálva verkætlanina. Aðrir møguleikar eru, men hetta eru sera fløkt viðurskifti og nógvar reglugerðir eru á økinum, sum eingin í Føroyum higartil dugir til lítar. Tískil er ikki neyðugt, at Føroyar eru limir í ES, fyri at føroysk gransking kann taka lut í evropeiskari gransking. Men tað er sera umráðandi at hava okkurt dygdargott at bjóða. Tað er harafturat umráðandi at vera limur í altjóða felagsskapi, sum ger granskingaravtalur við ES. Viðvíkjandi møguleikunum hjá føroyingum at fáa gagn av útbúgvingartilboðum í ES í dag verður víst til skipanina um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond, ÚSUN, sum greitt verður frá í næsta broti. 3 ÚSUN (útbúgvingarstuðulsskipan til føroyingar, ið fara út um norðurlond at lesa. Sum støðan er í dag, hava føroyingar sama rætt sum aðrir danskir ríkisborgarar til lestrarstuðul frá Statens Uddannelsesstøtte, og føroyingar, sum leita sær uttanlands í lestrarørindum, fara úr føroysku lestrarstuðulsskipanini og inn í donsku skipanina, eisini um lisið verður uttan fyri Danmark. Hóast eingi heilt neyv hagtøl eru um føroyingar, sum lesa uttanlands, hevur Stuðulsstovnurin við støði í teimum, sum fáa ferðaískoyti, mett, at uml. 1500 føroyingar lesa uttanlands, og flestu teirra (93 %) velja at fara til Danmarkar. Við støði í talinum omanfyri ber til leysliga at meta um lestrarstuðulsútreiðslurnar, sum Statens Uddannelsesstøtte hevur av lesandi føroyingum. Um roknað verður við, at stuðulin er kr. 3.500 um mánaðin (hetta er umleið tað, sum fæst frá SU), verður árliga upphæddin uml. 63 mió. kr. Afturat hesum kemur parturin, sum danska stuðulsskipanin ikki røkkur í dag, men sum verður fíggjaður av ÚSUN-skipanini, t.d. tí skúlagjald ella livikostnaður eru serliga høg, eitt nú tí vit ikki eru við í altjóða netverkum og samstarvsskipanum, ið tryggja okkum atgongd til hægri útbúgvingar og gransking undir somu lagaligu treytum, sum høvdu vit hesar avtalur. Henda skipan, sum fíggjarliga javnsetur lestur uttan fyri Norðurlond við lestur í Norðurlondum, er eitt veruligt útbúgvingarpolitiskt frambrot, sum føroyska samfelagið komandi árini fer at fáa ágóðan av. Hóast ÚSUN-skipanin einans hevur virkað í sløk tvey ár, síggjast longu týðiligar broytingar í útbúgvingarmynstrinum, soleiðis at alt fleiri ung fólk fara út um Norðurlond at nema sær útbúgving. So hvørt sum hesi fólk koma heim aftur og – umframt útbúgvingina – hava lært seg mál, mentan og nýggjar hugsanarhættir, kemur eisini ferð á samfelagsligu altjóðagerðina. Tí er týdningarmikið at eggja okkara unga fólki at taka útbúgvingar í ymiskum londum við at byggja út hesa tænastu og harvið skapa røttu fortreytirnar. Tilmæli: Ynskja vit størri altjóðagerð av útbúgvingarverkinum, er neyðugt at byggja út ÚSUN-skipanina og harvið skapa fíggjarligar fortreytir. Skal fíggjarliga byrðan av hesum ikki gerast ov tung, mugu vit broyta aðrar fortreytir, m.a. við at fáa í lag samstarvsavtalur við onnur lond og felagsskapir sum eitt nú ES og Norðurlond. Men tað er eisini neyðugt, at vit í størri mun enn í dag hugsa um at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, vit hava, og at vit tora at byggja upp alternativar útbúgvingarhættir, eitt nú við tættari og meira fjøltáttaðum samstarvi millum føroysku útbúgvingarstovnarnar og við útbúgvingarstovnar í øðrum londum, m.a. við at nýta møguleikarnar í nýggjastu fjarskiftistøknini. ÍSKOYT. Skjal 1: Yvirlýsing frá Føroya Landsstýri um Gransking, Tøkni og Menning Løgd fyri Løgtingið xx.xx.9. Landsstýrið lýsir hesa politisku ætlan um leiklutin hjá gransking, tøkni og menning (G&M) í føroyska samfelagnum og um, hvussu landsstýrið fer at umsita hesi øki. Grundarlag Menningin frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag hevur árin á karmar, krøv og raðfestingar á øllum samfelagsmótum. Altjóðagerðin, økt samskifti, handil og skjóta menningin innan tøkni og yvirhøvur ein heimur í broyting gera tað torførari at leggja ætlanir. Ávís almenn eyðkenni kunnu staðfestast í gongdini. Ídnaðarsamfelagið Vitanarsamfelagið Vøruframleiðsluvinna Tænastuvinna Rótfest á staðnum Altjóðagerð Hópframleiðsla Liðilig framleiðsla Tøknilig endurnýggjan Kunningartøknilig kollvelting Miðsavning Miðfirring Útbúgving í ungdómsárum Lívlong læra Undirvísingargreinaøki sundurskild Samskipan millum lærugreinir Siðvenja Broytingar og mennin. Framtøkini í vísindum og gransking hava størri ferð enn nakrantíð og vitan manna um sjálvan seg, um heimin og hansara livandi tilfeingi, mannamentan og samfelag veksur støðugt. Tey samfeløg, sum ikki støðugt mennast, halda ikki tørn, men eru í vanda fyri at detta burturímillum. Vísindi og tøkni eru undirstøði í nútíðarsamfelagnum, og nýggj vitan er týdningamesta keldan til framburð. Vísindalig og tøknilig vitan er meira og meira ein treyt fyri at taka skilagóðar avgerðir og fyri at skilja eitt vaksandi tal av serøkjum í búskaparligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum. Vísindaligt áræði á so nógvum økjum sum gjørligt er avgerandi fyri at menna og varðveita eina tjóðarmentan í Føroyum. Ein vaksandi partur av hvørjum ættarliði í Føroyum leitar sær útbúgving fram til lærdan háskúla og eitt vaksandi lið av føroyingum vinnur sær kunnleika um skapandi og vísindaligt arbeiðslag í nógvum ymiskum greinum. Hetta er týdningarmikið tilfeingi, sum skuldi komið til nyttu í mentanarligum og búskaparligum framburði í Føroyum. Arbeitt eigur at verða fyri at skapa møguleikar at nýta hesa vitan í Føroyum. Vísindi og tøkni tæna sosialum framstigum best, tá ið tey mennast í tøttum sambandi við gerandisdagin og ynskini hjá fólki í Føroyum. Men neyðugt er at útvega fígging til granskingina og loyva tí granskingarfrælsi, sum er treyt fyri vísindaligum og tøkniligum framburði. Eftirmetingar og dyggur bygnaður í granskingarverkinum skulu tryggja virkisførið í granskingini. Á henda hátt kunnu vísindi og tøkni bjóða bæði bráðfeingisloysnir og loysnir fyri framtíðina. Føroyar hava altíð nýtt minni fíggjar- og mannatilfeingi til gransking og menning enn aðrar tjóðir, sum vit samanbera okkum við. Alt bendir á, at gransking og tøknilig menning mugu styrkjast fyri at tryggja áhaldandi búskaparligan vøkstur og ein støðugari og meira fjøltáttaðan búskap í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um vaksandi kappingina millum lond og heimspartar í handli, tøkni og mentan. Politikkur. Landsstýrið vil birta upp undir breiða samfelagsliga menning, sum byggir á vísindaliga og tøkniliga vitan, ið skal koma aftrat tí eintáttaða búskapinum, sum næstan bara byggir á at gagnnýta náttúrutilfeingið á føroyskum land- og sjóøki. Landsstýrið ætlar tí at føra ein politikk, sum víðkar um leiklutin hjá vísindum og tøkni í búskapinum við at økja um tann partin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum fer til hetta endamál. Landsstýrið bjóðar samstundis tí endurnýggjaða vinnulívinum í Føroyum til samstarv um at økja realvirðið á tí tilfeingi, sum verður nýtt til G&M við 10 % um árið næsta 10 ára skeiðið. Um hetta eydnast, so nærkast Føroyar støðinum í hinum Norðanlondum. Hetta mál verður rokkið við at økja um játtanir á fíggjarlógini til grundgransking, endamálsgransking og menningarætlanir og at bøta um møguleikarnar hjá feløgum og einstaklingum at gera íløgur í gransking og nýskapan. Um parturin hjá G&M veksur, verður samstundis øktur tørvur á at samskipa hetta arbeiði við tørvin í samfelagnum, sum alla tíðina broytist. Samfelagslig raðfesting má ganga hond í hond við stuðlinum til at leita eftir kunnleika í grundgransking, har dygdin á granskingini má hava meira at siga enn samfelagsliga raðfestingin. Landsstýrið fer innanhýsis at samskipa hetta arbeiðið mest møguligt millum stovnar, sum liggja undir ymiskum aðalstýrum. Upplýsing um vísindi og tøkni eigur eftir skipaðum leisti at verða borin fram alment, so fleiri og fleiri skilja týdningin. Undirvísingin við hesum innihaldi eigur at verða styrkt bæði í fólkaskúla, miðnámsskúla og hægri lestri. Tey, sum eru farin beinleiðis út í arbeiðslívið, mugu eisini fáa møguleikar at vera við í hesi menning. Upplæring av granskarum eigur at verða styrkt við eftirútbúgving av granskarum og við øktum stuðli til hægri lestur. Luttøka í millumlanda og altjóða vísindaligum samstarvi verður stuðlað eftir raðfestari ætlan. Bygnaðurin í granskingarráðnum verður endurskoðaður, so ráðið verður ført fyri at loysa hesar uppgávur. • Meta um støðið í vísindum og tøkni í Føroyum, nágreiniliga at fylgja við tørvinum á gransking, menning og útbúgving innan nýggjar greinir í Føroyum og at tryggja, at úrslitini av føroyskari og altjóða gransking røkka teimum røttu brúkarunum ígjøgnum vitanardeplar. • Gera uppskot um, hvussu øktar játtanir skulu býtast millum verkætlanir í framtíðini innan útvald øki og eisini gera uppskot um meira bráðfeingis raðfestingar og býti av árligum játtanum. • Gera uppskot um, hvussu vinnulívið og onnur uttan fyri hitt almenna kunnu bera ein størri part av fíggingini og stuðla upp undir nýskapan í føroyskum vinnulívi. • Gera metingar um, hvussu fíggjar- og mannatilfeingi verður nýtt og gera uppskot til at økja um virkisførið. Fyri at geva hesum arbeiði politiska tyngd ætlar landsstýrið tvær ferðir um árið at kalla saman landsstýrið, vinnunevnd løgtingsins og granskingarráðið saman við umboðum fyri arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini. Á tí fyrsta av hesum fundum leggur granskingaráðið fram eina støðismeting av arbeiðinum innan gransking og menning og úrslitinum av tí politikki, sum er lagdur út omanfyri. Á seinna fundinum leggur granskingaráðið fram uppskot um, hvussu játtanirnar á fíggjarlógini skulu býtast. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum kallar inn til báðar fundirnar.