Álit um broytingar í Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing frá nevndini, sum Landsstýrismaðurin í Vinnumálum setti í februar 2003 Handað Landsstýrismanninum í februar mánaði 2005 1 Innihald 1. Inngangur ................................................................................................................................................................ 3 2. Arbeiðið hjá nevndini og serfrøðingabólkinum .................................................................................................... 3 2.1 Arbeiðssetningur nevndarinnar ........................................................................................................................... 3 2.2 Arbeiðið hjá nevndini.......................................................................................................................................... 3 2.3 Niðurstøður og tilmæli nevndarinnar .................................................................................................................. 5 3. Arbeiðsloysisskipanin 12 ár á baki ........................................................................................................................ 6 4. Uppskot til løgtingslóg .......................................................................................................................................... 11 4.1 Uppskot til lóg um broytingar í Ll. um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing ............................................. 11 4.2 Viðmerkingar til lógaruppskotið ....................................................................................................................... 15 4.2.1 Kap. 1. Almennar viðmerkingar ..................................................................................................................... 15 4.2.2 Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum .............................................................................................................. 16 4.2.3 Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku ásetingarnar ............................................................................................. 17 2 1. Inngangur Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina vísti í 2002 í skrivi til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, á tørvin á at fáa endurskoðað ALS, nú skipanin hevði virkað í 10 ár. Umframt tað hevði Fíggjarmálaráðið latið gjørt álit um landsgrunnar – og stovnar, har ALS varð umrøtt, og Landsgrannskoðarin hevði víst á ymisk viðurskifti viðvíkjandi ALS og støðu tess í sambandi við m.a. landsroknskapin. Hettar hevði við sær, at landsstýrismaðurin í februar 2003 setti nevnd at viðgera støðuna hjá ALS. 2. Arbeiðið hjá nevndini og serfrøðingabólkinum 2.1 Arbeiðssetningur nevndarinnar Í skrivi frá Vinnumálaráðnum dagfest 6. februar 2003 boðar landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm frá, at hann, eftir áheitan frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um endurskoðan og dagføring av lógini, setir nevnd at arbeiða eftir hesum arbeiðssetningi: A. Nevndin skal endurskoða og dagføra løgtingslógina um arbeiðsloysisskipan og arbeiðsávísing. B. Nevndin skal viðgera spurningin og gera tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu arbeiðsloysistryggingin og arbeiðsávísingin eigur at skipast í mun til landsfyrisitingina og til játtanar- og eftirlitsmyndugleikar. Nevndin: Landsstýrismaðurin tilnevndi hesar limir í nevndina: Karin Kjølbro, forkvinna í nevndini, uttan tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Sørin Pram Sørensen, somuleiðis uttan tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Ingeborg Vinther, umboðandi løntakarafeløgini hjá teimum tímaløntu Óli Jacobsen, umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum Kartni Ravnsfjall, umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum Bjørgfríð Ludvig, umboðandi teir privatu arbeiðsgevararnar Jákup Sólstein, umboðandi teir privatu arbeiðsgevararnar á sjónum Snorri Fjallsbak, umboðandi almennu arbeiðsgevararnar Elisabeth O. Gaardbo, skrivari í nevndini 2.2 Arbeiðið hjá nevndini Fyrsti fundur nevndarinnar var 21. februar 2003, og hevur nevndin síðan hildið regluligar fundir. Upprunaliga freistin hjá nevndini til pkt. B í arbeiðssetninginum varð sett til Ólavsøku 2003, ímeðan landsstýrismaðurin ynskti, at nevndin miðjaði eftir, at hin parturin av arbeiðssetninginum varð liðugur 1. desember 2003. Tað gjørdist skjótt greitt, at arbeiðið við pkt. B í arbeiðssetninginum var av tílíkum løgfrøðiligum slag, at nevndin valdi at seta ein serfrøðingabólk at umrøða hesi evni. Endaliga manningin av serfrøðingabólkinum gjørdist: Halgir W. Poulsen, adv., valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Eyðfinnur Jacobsen, adv., valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Kári á Rógvu, adv., valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Sørin Pram Sørensen, løgfr., umboðandi Vinnumálaráðið 3 Katrina M. Johannesen, løgfr., umboðandi Løgmálaráðið Jóhan E. Simonsen, løgfr., umboðandi Fíggjarmálaráðið Arbeiðssetningurin hjá serfrøðingabólkinum var av nevndini orðaður soleiðis: Hvussu kann Arbeiðsloysistryggingin og arbeiðsávísingin skipast í mun til landsfyrisitingina og til játtanar- og eftirlitsmyndugleikar, tá ið hesar fortreytir eru galdandi: A. Breið politisk semja er um, at tað skulu vera partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu hava umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av skipanini. B. At grundskipanin í ALS við neyðugum atliti at ásetingunum í stýrisskipanarlógini í mest møguligan mun verður varðveitt m.a. soleiðis, a) at talan skal vera um eina lógarfesta skipan, b) at limaskapur og inngjald í ALS verður lógarfest og tvungið, c) at ALS innanfyri nærri ásettar karmar skal kunna regulera inngjaldið, d) at ALS er uttanfyri løgtingsfíggjarlóg og landsroknskap, e) at ALS ásetir nærri reglur um útgjald o.a., f) at fyrisitingin av ALS skal liggja hjá einum stýri, sum landsstýrismaðurin setir eftir uppskoti frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, g) at avgerðir, sum ALS hevur tikið, kunnu kærast til eina serliga kærunevnd, og at avgerðirnar, sum kærunevndin hevur tikið, ikki kunnu kærast til landsstýrismannin. Undirnevndin skal lýsa tey ymsu løgfr. sjónarmiðini, og skal, í tann mun hetta er gjørligt, gera sínar egnu niðurstøður, og skal koma við uppskotum um loysnir, herundir uppskotum um lóggávu. Tilfar og fortreytir Uppí viðgerðina skal m.a. takast hetta tilfar: • álit frá Fíggjarmálaráðnum um landsgrunnar – og stovnar, • ummæli frá ALS, • svar frá Fíggjarmálaráðnum uppá ummæli frá ALS, • avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni, j. nr. 200200044. Í sambandi við arbeiðið hjá undirnevndini má hædd takast fyri hesum ivaspurningum, sum hava verið reistir tey síðstu árini: 1. ALS-gjaldið. Hvussu skal ALS-gjaldið skiljast í mun til § 41 í stýrisskipanarlógini? 2. ALS-fíggjarætlanin. Eru inntøkur og útreiðslur hjá ALS eisini landskassans inntøkur og útreiðslur, og skal ALS- fíggjarætlanin tí takast uppí fíggjarløgtingslógina eftir § 43 í stýrisskipanarlógini? 3. ALS-roknskapurin. Er ALS ein landsstovnur við sjálvstøðugum roknskapi, og skal ALSroknskapurin tí leggjast fyri Løgtingið eftir § 45, stk. 4 í stýrisskipanarlógini? Arbeiðið hjá nevndini hevur tikið nakað longri tíð enn upprunaliga ætlað, og í sambandi við at løgtingsval varð útskrivað í desember mánaði 2003, varð arbeiðið steðgað í eina tíð, eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum. Undirnevndin hevur latið álit, dagfest 18. januar 2005, við tilmæli um lógarbroytingar. Víst verður til álitið, sum er hjálagt. 4 2.3 Niðurstøður og tilmæli nevndarinnar Nevndin at endurskoða ALS, uttan ein nevndarlimur, tekur undir við niðurstøðunum og tilmælunum hjá meirilutanum í undirnevndini, og ger tí hesar niðurstøður og tilmæli viðvíkjandi tilknýtinum hjá ALS til fíggjarlóg og landsroknskap: Niðurstøður: 1. Tað er ikki í stríð við § 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini, at stýrið hjá ALS innanfyri nærri ásettar karmar ásetir inngjaldsprosentið 2. Tað er ikki í stríð við § 41, stk. 3 í stýrisskipanarlógini, at ALS-gjaldið verður kravt inn uttan at vera á fíggjarlógini. 3. Tað er ikki í stríð við § 45, stk. 4 í stýrisskipanarlógini, at ALS ikki verður tikið uppí landsroknskapin - hvørki játtanarroknskapin ella uppí status. Heldur ikki er tað í stríð við § 45, stk. 4 í stýrisskipanarlógini, at ALS-roknskapurin ikki verður lagdur fyri tingið eftir somu reglum sum landsroknskapurin. 4. Tað nýtist ikki at vera staðiliga ásett, at ALS skal haldast uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap, tí hetta fylgir av lógini annars. 5. Við tað at reglur verða ásettar í ALS-lógini um roknskaparhaldið, er ivi ikki longur um, at ALS ikki er fevnt av løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald og kunngerð um roknskaparverk landsins. 6. ALS er ikki fevnt av § 4, stk. 1, nr. 2 og heldur ikki av § 7 í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum, men av § 15, stk. 1, nr. 1 í somu lóg. Tilmæli: A. At tað ikki verða gjørdar broytingar viðvíkjandi heimildini hjá ALS, innanfyri nærri ásettar karmar, at áseta inngjaldsprosentið. B. At ALS-gjaldið verður kravt inn, uttan at vera á fíggjarlógini. C. At ALS ikki verður tikið uppí landsroknskapin, hvørki játtanarroknskapin ella uppí status. ALS-roknskapurin skal heldur ikki verða lagdur fyri tingið eftir somu reglum sum landsroknskapurin. Hetta nýtist ikki at vera staðiliga ásett í lógini, tí tað fylgir av lógini annars. D. At tað ikki verða ásettar serligar grannskoðanar- og roknskapareftirlitsreglur í ALSlógini við tað, at tingið umvegis løgtingsgrannskoðararnar og landsgrannskoðaran longu hevur neyðugu heimildirnar eftir § 15 í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum at hava innlit í umsitingina av ALS. E. At tað í ALS-lógini verða ásettar reglur um roknskaparhaldið soleiðis, at ivi ikki longur verður um, at ALS ikki er fevnt av løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald og kunngerð um roknskaparverk landsins. F. At tað í ALS-lógini verður staðiliga ásett, at landsstýrismaðurin skal hava roknskapin og aðrar upplýsingar í sambandi við sítt eftirlit við ALS. Viðvíkjandi endurskoðanini og dagføringini av lógini annars hevur nevndin hesi tilmæli: 1. Heimild verður fingin til vega, soleiðis at avvarðandi landsstýrismaður og Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina kunnu gera avtalur um, at Arbeiðsloysisskipanin tekur á seg aðrar uppgávur, sum hava samband við arbeiðsmarknaðin. 5 2. Heimild verður fingin at renturokna skyldugt ALS-gjald til Arbeiðsloysisskipanina, umframt at krevja avgreiðslugjøld. 3. Arbeiðsloysisskipanin fyri sjálvstøðugt vinnurekandi verður broytt frá at vera ein skipan, har inn- og útgjald eru tengd at inntøkuni hjá viðkomandi, til at vera ein skipan við føstum innog útgjøldum. 4. Broytingar verða gjørdar, soleiðis at mótrokning í hægst loyvda arbeiðsloysisstuðli bert verður framd fyri eftirlønir og ikki sum í dag somuleiðis vegna ymsar almannaveitingar. 5. Farloyvisskipanin verður meira liðilig, við tað at Stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini í størri mun verður heimilað at broyta útgjaldið í mun til vanligt útgjald fyri arbeiðsleys. 6. Heimildirnar til Stýrið í sambandi við førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys verða víðkaðar, m.a. soleiðis at skipanir viðvíkjandi arbeiðsvenjingum, har Arbeiðsloysisskipanin endurrindar arbeiðsgevaranum, kunnu setast í verk. 7. …… 8. Harumframt eru eisini aðrar broytingar skotnar upp, sum tó fyri tað mesta vera mettar ynskiligar fyri at seta til viks møguligan iva í sambandi við tulkingar av lógini. 3. Arbeiðsloysisskipanin 12 ár á baki Arbeiðsloysisskipanin – ALS – varð sett á stovn við løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Galdandi reglur um ALS eru í løgtingslóg nr. 13 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001. Fram til 1992 var eingin skipan fyri arbeiðstakarar í arbeiðsloysi. Tey, ið gjørdust arbeiðsleys, kundu fáa veiting eftir forsorgarlógini. Veitingar eftir forsorgarlógini vórðu grundaðar á tørvsmeting í hvørjum føri sær. Í 1989 byrjar arbeiðsloysi sum fylgja av byrjandi búskaparkreppuni at taka seg upp, og tekur dyk á seg í 1990 og veksur ógvusliga í 1991. Í samgonguskjalinum hjá landsstýrinum, sum skipað varð í januar 1991, varð avgjørt at seta nevnd við umboðum fyri partarnar á arbeiðmarknaðinum og tað almenna at kanna spurningin um arbeiðsloysistrygging. Nevndin lat landsstýrinum álit í desember 1991. Partarnir vóru samdir um, at tørvur var á arbeiðsloysistrygging í Føroyum, og at tað var rætt at skipa fyri, at tílík skipan varð sett á stovn. Arbeiðsloysi er eitt fyribrigdi í nútíðarsamfelagnum, ið tann einstaki borgarin ikki kann verja seg fyri, og tí er rætt at skapa borgarunum møguleika at tryggja seg móti arbeiðsloysi. Hildið varð, at tað var umráðandi, at vit í Føroyum ikki gjørdu somu mistøk, sum vóru gjørd aðrastaðir, og uppskotið hjá nevndini var tí at gera eina skipan, ið veitir borgarum, ið gerast arbeiðsleysir, best møguliga trygging uttan tó samstundis at virka sum minstulønarskipan. Eftir uppskotinum frá nevndini skuldu partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa fulla ábyrgd av skipanini. Hetta merkir, sigur nevndin í álitinum, at tað almenna ikki fer at luttaka beinleiðis í rakstrinum av tryggingini, men bert sum arbeiðsgevari. Partarnir skuldu eftir uppskotinum ikki bert hava ábyrgdina av at umsita skipanina, men eisini at útvega neyðuga peningin til skipanina. Um tíðirnar versna, og peningur kemur at vanta í, skuldi tað vera upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum sjálvar at krevja inn tann pening, sum restar í. 6 Ætlanin var, at skipanin skuldi vera sjálvboðin fyri arbeiðstakarar. Hinvegin skuldu allir arbeiðsgevarar, bæði almennir og privatir, verða kravdir at rinda til skipanina. Hetta minkaði eisini munandi um óvissuna um inntøkusíðuna. Nevndin umhugsaði, um inngjaldið skuldi vera eitt fast gjald ella eitt prosentgjald av inntøkuni. Hildið varð, at prosentgjaldið var betri, tí tað er rættvísari mótvegis tí einstaka, tí inngjaldið minkar, um inntøkan minkar. Tað er betri fyri gjaldførið hjá skipanini, og er bíligari at umsita. Fyri at bøta um vansarnar við %-gjaldi – at fólk við høgari inntøku fóru at lata vera við at tryggja seg – var skotið upp at seta loft á inngjaldið soleiðis, at arbeiðstakari ongantíð skuldi gjalda meira enn eina upphædd, ið svarar til 2% av eini arbeiðaraløn, hækkað við 15%. Nevndin mælti til, at dagliga tryggingarútgjaldið skuldi vera 70% av vunnari A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar, býtt við 227 døgum. Hjá sjálvstøðugt vinnurekandi skuldi tryggingarútgjaldið vera 70% av meðal skattskyldugu inntøkuni seinastu 3 árini býtt við 227 døgum. Eitt ovasta mark varð tó sett, og var hetta 70% av einari arbeiðaraløn við 40 tíma viku sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. At sita fyri og hava ábyrgdina av arbeiðsloysistryggingini og arbeiðsávísingini var stýri valt við 3 umboðum frá arbeiðstakarafeløgunum og 3 umboðum frá arbeiðsgevarafeløgunum. Hesi skuldu so velja sjeynda limin, sum skuldi vera formaður. Stýrið skuldi gera starvsskipan. Arbeiðsloysistryggingin og arbeiðsávísingin skuldu verða umsitin av eini avgreiðsluskrivstovu, og stýrið skuldi seta neyðug starvsfólk og leiðara á skrivstovuna. Útreiðslurnar av at umsita arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávisingina skuldu rindast av ALS-gjøldunum Avgerðir, sum ALS hevði tikið, kundu kærast til kærunevnd við 3 limum: einum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, einum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, og einum løgfrøðingi, sum skuldi vera formaður. Landsstýrismaðurin skuldi tilnevna nevndina fyri 4 ár í senn. At útvega stovnsfæ mælti nevndin til, at tað ikki varð goldið úr tryggingini fyrr enn 6 mánaðir eftir, at inngjaldingin var byrjað. Landið skuldi hjálpa til við einum byrjunargjaldi. Stovnsfæið varð útvegað við at innkravt varð í grunnin, áðrenn tað varð byrjað at rinda út. Á henda hátt vórðu útvegaðar uml 60 mió. kr. Harumframt vórðu játtaðar 20 mió. kr á løgtingsfíggjarlógini. Stovnsfæið var sostatt uml. 80 mió. kr, tá ALS byrjaði at rinda út í 1992. Landsstýrið legði uppskot fyri løgtingið (løgtingsmál nr. 77/1991), ið bygdi á uppskotið frá nevndini. Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum hjá landsstýrinum í mun til uppskotið frá nevndini vóru: • tvingaður limaskapur bæði fyri arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar og • ásetingin um, at teir 6 limirnir, sum vóru valdir eftir uppskoti frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, skulu velja 7. limin, varð strikað. Landsstýrismðurin velur nú 7. limin, sum skal vera formaður. Viðmerkingar landsstýrisins Í viðmerkingunum 1 til uppskotið sigur landsstýrið: “Tá tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava gjørt uppskotið, so er í veruleikanum talan um eina semju, sum gjørd er. Í hesum sambandinum er vert at nevna, at FA og FAG hava undirskrivað eina semju um at framleingja verandi sáttmála fram til 1. mai 1993. Hetta er treytað av, at uppskotið verður samtykt í stórt sæð hesum líki.”... “Skotið verður upp, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum koma at fáa fulla umsitingarliga og 1 Løgtingstíðindi 1991 s. 364 – 365 7 fíggjarliga ábyrgd av skipanini. Hetta merkir, at skipanin fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvari, soleiðis, at gjøldini verða sett eftir fíggjartørvinum. Tó um farast skal upp um 2%, krevst lógarbroyting, meðan ein lækking kann gerast við eini kunngerð. Landskassans leiklutur verður sostatt umframt 20 mió. kr.-gjaldið bert at gjalda sum arbeiðsgevari. Í frágreiðingini frá búskaparráðnum í januar 1992 sigur ráðið, at tað er sera umráðandi, at fast verður hildið við, at arbeiðsloysisstuðulin verður fíggjaður av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Landið eigur bert at luttaka í tann mun, landið sjálvt er arbeiðsgevari.” ....“Hetta, sigur ráðið, er neyðug treyt fyri, at lønirnar og prísirnir kunnu laga seg til viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Somuleiðis sigur búskaparráðið, at arbeiðsloysistryggingin kemur at ávirka búskapin positiva vegin, tí tað gerst møguligt at sanera vinnulívið, tí at arbeiðsfólk hava nakað at liva av, og kann hetta samskipast við møguleikum fyri útbúgving/endurútbúgving av teimum arbeiðsleysu til aðra vinnu” Landsstýrið vísir síðani á, at allir arbeiðsgevarar og allir arbeiðstakarar skulu rinda til skipanina, og sigur: “Tað verður sostatt talan um eina tvungna skipan, har allir arbeiðsgevarar og allir løntakarar eru við til at fíggja skipanina. Hetta verður m.a. gjørt, tí arbeiðsloysi er ein samfelagsskaptur trupulleiki. Hetta verður eisini gjørt fyri at útvega neyðugu fíggingina”. Málið varð beint í arbeiðaramálanevndina. Viðmerkingar undir tingviðgerðini Málið varð beint í arbeiðaramálanevndina, sum undir viðgerðini býtti seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Meirilutin mælti tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins til løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við ávísum broytingum. Ein minniluti sigur soleiðis: “Minnilutin tekur, sum áður sagt, undir við einari arbeiðsloysisstuðulsskipan, men minnilutin kann ikki góðtaka ta loysnina, sum nú fyriliggur. Orsøkin er tann, at vit meta 2% gjaldið hjá ávikavist arbeiðstakara og arbeiðsgevara at vera eykaskattur… … Minnilutin mælir tí til, at peningurin til arbeiðsloysisstuðulin verður fingin til vega yvir fíggjarlógina.” 2 Ein annar minniluti helt, at talan var ikki longur um eina arbeiðsloysistrygging, men um eina tvingaða skipan. Annars sæst ikki av løgtingstíðindum, um spurningurin, um ALS var í samsvari við eldru stýrisskipanina, var umhugsaður nærri undir tingviðgerðini. Broytingar í 1993 Í sambandi við at ALS kom í fíggjarliga trongstøðu, legði landsstýrið uppskot fyri tingið (løgtingsmál nr. 173/1992) um ymsar lógarbroytingar í ALS-lógini, m.a. varð inngjaldsloftið slept, útgjaldið varð broytt til eina rullandi skipan, har útgjaldið leypandi lækkaði, og inngjaldið hækkað. ALS fekk lán uppá 50 mió. kr. frá arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (AMEG), 2 Løgtingstíðindi 1991, Bind A, s. 377. 8 umframt at inngjaldið, sum skuldi verið farið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin í 1993 og 1994, fór til ALS, og av fænum hjá frítíðargrunninum vórðu 14 mió. kr. fluttar ALS. Tilsamans vórðu fluttar ALS smáar 100 mió. kr. Harumframt varð inngjaldsloftið slept, útgjaldið varð lækkað og inngjaldið hækkað. Broytingar í 1994 3 Í november 1994 legði landsstýrið aftur uppskot fyri tingið (løgtingsmál nr. 47/1994), har skotið varð upp at gera eina røð av broytingum í lógini m.a. hesar: • Útgjaldið var hækkað aftur frá 67% til 70% av inntøkugrundarlagnum. • Rullandi útgjaldið varð tikið av. Rullandi utgjaldið merkti, at útgjaldið minkaði fyri hvørt útgjald. • Tíðarskeiðið, tey arbeiðsleysu kundu vera í skipanini, varð longt. Í viðmerkingunum til uppskotið segði landsstýrið m.a. 4 : “Ásannandi at arbeiðsloysi er ein samfelagstrupulleiki, hevur samgongan sett sær fyri beinanvegin at styrkja arbeiðsloysistryggingina. Neyðugt er eisini saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at endurskoða alla arbeiðsloysisskipanina, sum tó framvegis verður ein tryggingarskipan. Verður arbeiðsloysi størri enn tað, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru mentir at fíggja, átekur tað almenna sær at rinda neyðugu eykaútreiðslurnar av skipanini”. Í sambandi við broytingarnar vórðu á figgjarlógini játtaðar ALS 50 mió. kr. í stuðli, og læntar vórðu 45 mió. kr. til skipanina. Tá hesar broytingarnar vórðu framdar, var galdandi stýrisskipanarlóg ikki komin í gildi. Broytingar í 1997 (nýggj lóg) Í 1997 legði landsstýrið fyri tingið uppskot (løgtingsmál nr. 99/1997) til løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Lógin var orðað av nýggjum og øðrvísi skipað, m.a. fekk Stýrið munandi fleiri heimildir at áseta reglur í kunngerð. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið m.a. 5 : “Lógarbroytingin í 1993 breyt við upprunaliga tryggingarprinsippið við tað, at tá hámarkið fyri inngjaldinum varð strikað, og útgjaldið kundi skjótast niðureftir, var so at siga ikki samband millum inn- og útgjald... Lógaruppskotið ger tó greitt býti millum landssýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum og stýrið fyri ALS.” Eftir uppskotinum frá landsstýrinum var heimildin, sum landsstýrismaðurin hevði havt eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS, at hækka inngjaldprosentið, strikað. Inngjaldprosentið stóð eftir uppskotinum í lógini og kundi bert verða broytt við lóg. Hetta var undir viðgerðini í tinginum broytt soleiðis, at tað í § 10, stk. 3 varð givin stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini heimild til við kunngerð at broyta gjaldið, tó innan nærri í lógini ásett mørk. Uppskotið kom frá einum minniluta í løgtingsins trivnaðarnevnd við hesari viðmerking 6 : “Á fundum við stýrið og leiðsluna (fyri ALS) kom fram, at stýrið kundi hugsað sær meiri myndugleika til at reka skipanina sum upprunaliga ætlað. Uppskotið leggur slíkan myndugleika til stýrið”. 3 Løgtingstíðindi 1994, s. 278. Løgtingstíðindi 1994 s. 283 5 Løgtingstíðindi 1996, s. 663 6 Løgtingstíðindi 1996, s. 672 4 9 Arbeiðsloysisskipanin og búskaparlig atlit Sum áður nevnt vóru Føroyar í einum búskaparligum aldudali, tá Arbeiðsloysisskipanin varð sett á stovn. Tí hevði Arbeiðsloysisskipanin beint eftir stovnanina ikki neyðugu fíggjarligu styrkina, til í nóg stóran mun at viðvirka til byrgja upp fyri tí ovurhonds búskaparligu ávirkan, kreppan hevði tá. Í dag er fíggjarliga styrkin hjá Arbeiðsloysisskipanini munandi størri, enn tá skipanin varð sett á stovn, og Arbeiðsloysisskipanin kann tí viðvirka á ein heilt annan hátt, um ein kreppa skuldi komið aftur. Fyrst og fremst merkir hetta, at tann burturflyting av arbeiðsmegi, sum vit upplivdu í byrjanini av 1990’unum, ikki fer at endurtaka seg á sama hátt, og at húsarhaldsnýtslan heldur ikki minkar so nógv, sum hon annars vildi gjørt, um ein kreppa tók seg upp. Í eini møguligari kreppu vil styrkurin frá Arbeiðsloysisskipanini beinleiðis virka sum ein stabiliserandi faktorur, og harnæst tryggjar hann, at arbeiðsmegi er til taks, tá búskaparstøðan vendir. Óhefta støðan, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur í mun til landsfíggjarlóg, merkir harnæst, at trygdin hjá teimum, sum tørvar arbeiðsloysisstuðul, er knýtt at fíggjarligu styrkini hjá Arbeiðsloysisskipanini og ikki at, um neyðugur peningur verður settur av til endamálið. Búskaparliga merkir hetta, at í tíðum við afturgongd er tørvur ikki hjá landsstýrinum at finna fígging til arbeiðsloysisstuðul, tá ið Arbeiðsloysistryggingin hevur ta neyðugu fíggjarligu styrkina. Viðvíkjandi gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina er fatanin tann, at tað er í góðum tíðum, at Arbeiðsloysisskipanin skal styrkjast, soleiðis at skipanin er før fyri at standa ímóti einari búskaparligari afturgongd. Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina metir javnan um støddina av ALSgjaldinum, og avgerandi fyri metanina er, at ALS hevur eina nøktandi eginogn at standa ímóti við undir einari búskaparligari afturgongd. Tá eitt samfelag hevur búskaparliga afturgongd, minka lønarútgjaldingarnar og harvið eisini inntøkurnar hjá arbeiðsloysisskipanini, og harafturat vaksa útgjaldingarnar frá skipanini. Arbeiðsloysisskipanin metir, at núverandi eginogn uppá umleið 500 mió. kr. er á einum slíkum støði, at skipanin megnar at standa ímóti eini kreppu í eitt ávíst áramál. Tað hall, sum skipanin vil fáa í afturgongstíðum, skal soleiðis haldast upp móti møguleikanum til at konsolidera skipanina í góðum tíðum. 10 4. Uppskot til løgtingslóg 4.1 Uppskot til lóg um broytingar í Ll. um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing §1 Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Nýtt § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Avtala kann gerast millum avvarðandi landsstýrismann og stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina um, at Arbeiðsloysisskipanin kann taka á seg aðrar uppgávur, sum hava samband við arbeiðsmarknaðin.“ 2) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Roknskaparførslan skal fylgja ásetingunum í ársroknskaparlógini við slíkum tillagingum, ið mettar vera neyðugar, løgtingslógini um bókhaldsskyldu og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Stýrið kann áseta nærri reglur um roknskaparførsluna. Roknskapurin verður almannakunngjørdur. Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum stýrið velur fyri eitt ár í senn. Stk. 3. Landsstýrismaðurin fær roknskapin og neyðugar upplýsingar frá Arbeiðsloysisskipanini.” 3) § 8, stk. 1 nr. 3 verður orðað soleiðis: “A-inntøka til avmarkaða skattskyldug undir FAS-skipanini og undir FAS-líknandi skipanini, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran. 4) § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9 Stýrið ásetir í kunngerð ALS-gjaldið hjá teim gjaldsskyldugu. ALS-gjaldið kann ongantíð vera hægri enn 2,25 % av tí í § 8 nevnda gjaldsgrundarlagi. Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldsskyldugu rinda ella móttaka A-inntøku. Stýrið kann í kunngerð seta aðra gjaldsfreist fyri gjaldsskyldug sambært § 7, stk. 1, nr. 2. Stýrið kann í kunngerð áseta avgreiðslugjald fyri teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at rinda ALS-gjald eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Áðrenn lønin verður útgoldin løntakara, skal inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina avroknast. Stk. 3. Rinda tey gjaldsskyldugu ikki rættstundis, skal renta rindast við 1 % fyri hvønn byrjaðan mánað. ALS-gjøld, avgreiðslugjøld, renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting.” 5). § 12 verður orðað soleiðis: „§ 12 Tey, sum hava inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugt vinnurekandi, kunnu sjálvboðin tekna arbeiðsloysistrygging fyri hesa inntøku. Stk. 2. ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi og útgjaldið til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eru vorðin arbeiðsleys, verða í kunngerð ásett av stýrinum sum fastar upphæddir. Stk. 3. ALS-gjøld smb. stk. 2 kunnu krevjast inn við panting. stk. 4. Um tryggingartakari er í eftirstøðu og Arbeiðsloyisskipanin hevur sent honum 11 áminning við boðum um at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi. Stk. 5. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstøðugt vinnurekandi hevur rætt til útgjald. Stk. 6. Stýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør er sjálvstøðugur vinnurekandi, nær hin sjálvstøðugt vinnurekandi er arbeiðsleysur, herundir nær vinnuvirki hansara er hildið uppat, um inngjøld, avgreiðslugjøld og rentu fyri ov seint rindaði inngjøld, bíðidagar, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugt vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær teir skulu verða latnir, og áseta freist fyri at lata hesar upplýsingar v.m.“ 6). § 14, stk 1 verður orðað soleiðis: “§ 14. Rætt til arbeiðsloysisstuðul hevur persónur frá tí degi, tá viðkomandi: 1. er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er, tó í fyrsta lagi frá tí degi Arbeiðsloysisskipanin hevur móttikið skrivliga umsókn, 2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsførur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv, 3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, 4. hevur bústað í Føroyum og 5. ikki er sjálvstøðugur vinnurekandi sambært § 12, stk. 6.“ 7) Í § 14 verður nýtt stk. 4 sett: „Stk. 4. Stýrið ásetir í kunngerð, nær ein persónur er arbeiðsleysur, er tøkur, nær hann er arbeiðsførur v.m.“ 8) Í § 15 verður stk. 2 strikað, stk. 3 verður stk. 2 og stk. 4 verður stk. 3. Stk. 1, 3 og 4 verða orðað soleiðis: „§ 15 Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað: 1. fólka- og fyritíðarpensjón, 2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, 3. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, umframt undir FAS-líknandi skipanini, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran og 4. tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. lóg um rættindi barnanna, í tann mun nevndu inntøkur eru undantiknar gjaldsskyldu sambært § 8a.” „Stk. 3. Hjá persóni, sum fer úr arbeiði í skúla ella í læru, sum í mesta lagi er ásett at vara 12 mánaðir, verður útrokningargrundarlagið tann í stk. 1 lýsta inntøka seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn viðkomandi fór í skúla ella í læru, um hetta er hægri enn roknaða útrokningargrundarlagið eftir stk. 1. Sama regla er galdandi hjá persóni, sum fer í vinnu uttanlands. Stk. 4. Útrokningargrundarlagið smb. stk. 1 hjá arbeiðsleysum á fiskavirkjum smb. § 20 verður roknað fyrstu ferð fyrsta dag í tí vikuni tá hin arbeiðsleysi fyrstu ferð fær útgjald úr fiskavirkisskipanini. Útrokningargrundarlagið verður harumframt roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Hin arbeiðsleysi hevur tó tað seinast nýtta útrokningargrundarlagið, um hetta er hægri enn nýggja útrokningargrundarlagið.“ 9) § 16 stk. 5 verður stk. 6 og stk. 1, 2, 3, 4 og 5 verða orðað soleiðis: “§ 16 Arbeiðsloysisstuðul pr. dag er 70 % av tí í § 15 nevnda útrokningargrundarlagi býtt við 253. Útgoldið verður fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu-, og halgidøgum. Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 70 % av eini arbeiðaraársløn. Frádrigin hesi upphædd verða tænastumannapensjónir, umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensjónir. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við 253. Arbeiðsloysisstuðulin um tíman er í mesta 12 lagi hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul, býttur við 8. Stk. 3. Við arbeiðaraársløn skilst tað, sum sambært lønarsáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag verður goldið tímaløntum fyri fyrifallandi arbeiði 228 dagar, umframt frítíðarløn. Stk. 4. Fyri arbeiðsleys á fiskavirkjum, smb. § 20, sum sambært avtalu ikki arbeiddi fulla tíð, verður arbeiðsloysisstuðul, roknaður eftir stk. 1 til 3, rindaður í tí lutfalsliga lægri tímatali, hin arbeiðsloysi arbeiddi í viðkomandi útgjaldsskeiði. Stk. 5. Stýrið ger kunngerð um útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldsskeið, hvørjar upplýsingar hin arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar v.m.“ 10) § 17, stk 1 og nýggj stk. 4 og 5 verða orðað soleiðis: „§ 17. Hóast ásetingarnar í § 14, hevur hin arbeiðsleysi ikki rætt til arbeiðsloysisstuðul fyrr enn teir í stk. 2 nevndu bíðidagar eru farnir. Stk. 4. Bert teir dagar, sum við heimild í § 16, stk. 1 eru ásettir at vera útgjaldsdagar, verða roknaðir sum bíðidagar. Stk. 5. Bíðidagar verða ikki roknaðir fyrr enn møgulig freist sbrt. § 18 og/ella § 19 er farin.“ 11) § 18 verður orðað soleiðis: „§ 18. Arbeiðsleysur, sum er burturvístur orsakað av tænastubroti, missir samstundis rættin til stuðul í 4 vikur at rokna frá tí degi setunarliga tilknýtið hansara til arbeiðsgevaran er av. Sama er galdandi, um so er, at hin arbeiðsleysi uttan haldgóða grund hevur sagt seg úr starvi. Stýrið kann í kunngerð áseta reglur um, nær talan er um haldgóða grund v.m.“ 12) § 19 verður orðað soleiðis: „§ 19. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til stuðul í 4 vikur at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa. Stýrið kann í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk v.m.“ 13) § 20 verður orðað soleiðis: „§ 20. Fyri arbeiðsleys á fiskavirkjum, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður eina ferð um vikuna frá og við 9. arbeiðsloysistíma. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu ikki arbeiddu fulla tíð, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður við einum lutfalsligum lægri tímatali. Stýrið ger kunngerð um hvørji fiskavirki koma undir hesa reglu og undir hvørjum treytum, hvørjir persónar koma undir hesa reglu og undir hvørjum treytum, útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldsskeið og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar v.m.“ 14) § 21, stk. 1 og 3 verða orðað soleiðis: „§ 21 Stýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um útgjaldingar til fólk í farloyvi frá føstum ella støðugum starvi, herundir at útgjaldið kann vera lægri enn ásett í § 15 og § 16, hvørjar treytir skulu setast tí, ið fer í farloyvi, og tí arbeiðsleysa, m.a. hvussu tann, ið fer í farloyvi, skal skrásetast í arbeiðsávísingini, hvussu leingi hin arbeiðsleysi skal hava fingið stuðul, umframt nærri reglur um, nær talan er um fast ella støðugt starv, v.m. Stk. 3 Útgjald undir farloyvi skal verða givið við teirri treyt, at annað fólk, sum fær arbeiðsloysisstuðul og er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett í staðin í sama tíðarskeiði og í høvuðsheitum undir somu treytum.“ 15) § 24, stk. 1 verður orðað soleiðis: „§ 24. Arbeiðsloysisskipanin umsitur arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Tey, sum lúka treytirnar fyri at fáa útgoldið stuðul eftir §§ 14 og 21, skulu vera skrásett í arbeiðsávísingini. Stýrið ásetir í kunngerð í hvønn mun og undir 13 hvørjum treytum onnur, sum ynskja tað, kunnu verða skrásett í arbeiðsávísingini.“ 16) § 25 verður orðað soleiðis: „§ 25 Stýrið kann seta í verk og gjalda førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys, sum fáa arbeiðsloysstuðul eftir hesi lóg, herundir seta í verk skipanir við arbeiðsvenjingum hjá privatum og/ella almennum arbeiðsgevarum, umframt áseta reglur um, undir hvørjum treytum Arbeiðsloysisskipanin í sambandi við slík tiltøk endurrindar arbeiðsgevaranum tann stuðul hin arbeiðsleysi annars vildi havt rætt til og møguligar aðrar útreiðslur.“ 17) § 26, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: „§ 26. Avgerðir, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið viðvíkjandi arbeiðsloysi, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt, av Arbeiðsloysisskipanini. innan 6 mánaðir eru farnir frá, at Arbeiðsloysisskipanin er kunnað um avgerðina. Stk. 2. Ummæli frá Arbeiðsloysisskipanini til kærunevndina skal vera avgreitt innan 4 vikur. Kærunevndin kann í serligum førum leingja freistina at geva ummæli. „§ 28. Hevur arbeiðsleysur givið Arbeiðsloysisskipanini skeivar upplýsingar, ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, ella annars móti betri vitandi móttikið stuðul uttan at hava rætt til tess, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí arbeiðsleysa. Stk. 3. Afturgjalding av skuld eftir stk. 1 og stk. 2 kann fara fram við mótrokning í útgjaldingum av arbeiðsloysisstuðli ella øðrum krøvum, viðkomandi hevur mótvegis Arbeiðsloysisskipanini. Stk. 4. Upphæddir, sum verða kravdar inn eftir hesi grein, fella til gjaldingar ein mánað eftir at krav er sett fram. Krøv sambært hesi grein, umframt møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting. Stk. 5. Stýrið kann í kunngerð áseta smámunarmark í sambandi við innkrevjing av ov nógv útgoldnum stuðli.“ § 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. 18) § 27 verður orðað soleiðis: „§ 27. Til umsiting og eftirlit eftir hesi lóg, kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær allar upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 2. Somuleiðis kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær upplýsingar frá Almannastovuni, um persónar fáa fólka- og fyritíðarpensjón, aðrar skattskyldugar almannaveitingar, umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka. Stk. 3. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skipanin biður um í sambandi við umsiting og eftirlit.“ 19) § 28, stk. 1 og nýtt stk. 3, 4 og 5 verða orðað soleiðis: 14 4.2 Viðmerkingar til lógaruppskotið 4.2.1 Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Orsøkin til uppskotið Víst verður til tað, sum omanfyri er skrivað. 2. Endamálið við lógaruppskotinum Uppskotið frá nevndini er grundlagið undir hesum lógaruppskoti, og endamálið við lógaruppskotinum er sostatt at endurskoða og dagføra lógina um arbeiðsloysisskipan á teimum økjum, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava mett hetta ynskiligt. Sum omanfyri greitt frá, hevur ikki verið mett neyðugt at fremja lógarbroytingar, sum gera, at eingin ivi er um, at Arbeiðsloysisskipanin er skipað á nøktandi hátt í mun til landsfyrisitingina og til játtanareftirlitsmyndugleikarnar. 3. Galdandi lóggáva 4. Samandráttur av uppskotinum Í mun til galdandi lóggávu eru broytingarnar í høvuðsheitinum hesar: - Í ALS-lógini verða ásettar reglur um roknskaparhaldið, soleiðis at ivi ikki longur verður um, at ALS ikki er fevnt av løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald og kunngerð um roknskaparverk landsins. - Tað verður í ALS lógini staðiliga ásett, at landsstýrismaðurin skal hava roknskapin og aðrar upplýsingar í sambandi við sítt eftirlit við ALS. - Heimild verður fingin til vega, soleiðis at avvarðandi landsstýrismaður og Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina kunnu gera avtalur um, at Arbeiðsloysisskipanin tekur á seg aðrar uppgávur, sum hava samband við arbeiðsmarknaðin. - Heimild verður fingin at renturokna skyldugt ALS-gjald til Arbeiðsloysisskipanina, umframt at krevja avgreiðslugjøld. - Arbeiðsloysisskipanin fyri sjálvstøðugt vinnurekandi verður broytt frá at vera ein skipan har inn- og útgjøld eru tengd at inntøkuni hjá viðkomandi, til at vera ein skipan við føstum inn- og útgjøldum. - Broytingar verða gjørdar, soleiðis at skerjing í hægst loyvda arbeiðsloysisstuðli bert verður framd fyri eftirlønir, og ikki sum í dag somuleiðis vegna ymsar almannaveitingar. - Farloyvisskipanin verður meira liðilig, við tað at Stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini í størri mun verður heimilað at broyta útgjaldið í mun til vanligt útgjald fyri arbeiðsleys. - Heimildirnar til Stýrið í sambandi við førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys verða víðkaðar, m.a. soleiðis at skipanir viðvíkjandi arbeiðsvenjingum, har Arbeiðsloysisskipanin endurrindar arbeiðsgevaranum, kunnu setast í verk. 15 - Harumframt eru eisini aðrar broytingar, sum tó fyri tað mesta verða mettar ynskiligar fyri at seta til viks møguligan iva í sambandi við tulkingar av lógini. 5. Ummæli ......... 4.2.2 Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum A. Fyri Landið Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. B. Fyri kommunurnar Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. C. Fyri vinnuna (arbeiðsgevarar og løntakarar) Lógarupskotið hevur við sær greiðari reglur fyri tann einstaka løntakaran, umframt at tað nú verður staðfest, at….. D. Umsitingarligar avleiðingar Uppskotið ger tað greiðari fyri umsitingina at umsita lógina. E. Umhvørvisavleiðingar Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar. F. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. G. Sosialar avleiðingar Við tað at talan er um lóggávu á arbeiðsloysisøkinum, hava hesar lógarbroytingar ávísar avleiðingar, men mett verður ikki, at talan er um stórvegis broytingar í mun til verandi lóggávu. Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar Fyri landið/ Fyri Fyri landsmyndug- kommunalar pláss/øki í leikar og ALS myndugleikar landinum Fíggjarligar/ búskaparligar Ja Nei Nei avleiðingar Umsitingarligar Nei Nei Nei avleiðingar Umhvørvisligar Nei Nei Nei avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða Nei Nei Nei avtalur og reglur Sosialar Nei avleiðingar Fyri ávísar Fyri vinnuna samfelagsbólkar/ felagsskapir Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei 16 4.2.3 Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku ásetingarnar Til § 1. Til nr. 1. § 1, stk. 2. Hendan broyting ger, at Arbeiðsloysisskipanin, eftir avtalu við landstýrismannin, kann átaka sær uppgávur, uttan at neyðugt er, at heimild fæst til vega við løgtingslóg í hvørjum einkultum føri. Arbeiðsloysisskipanin hevur m.a. eftir avtalu við Vinnumálaráðið tikið á seg ein part av umsitingini av Barnsburðarfarloyvisskipanini. Við tað at endamálið ikki var til staðar í ALS-lógini, var neyðugt, at hetta endamál fekst til vega í lógini um Barnsburðarskipanina. Tað kann hugsast, at aðrar arbeiðsmarknaðaruppgávur kunnu loysast av Arbeiðsloysisskipanini, og endamálið við hesi grein er at hava neyðuga heimild fyri hesum í lógini um Arbeiðsloysisskipan, heldur enn at heimildin verður fingin til vega í øðrum lógum. Við at áseta at semja skal vera millum Stýrið fyri Arbeiðsloysiskipanina og avvarðandi landsstýrismann, er ætlanin at tryggja, at neyðug javnvág er í, soleiðis at ”politiska skipanin” øðrumegin ikki fær lagt uppgávur til Arbeiðsloysisskipanina, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum, umboðaðir av Stýrinum, ikki ynskja, at Arbeiðsloysisskipanin átekur sær at umsita, meðan hinvegin Arbeiðsloysisskipanin ikki sjálv kann vaksa og átaka sær aðrar uppgávur, uttan at ”politiska skipanin” hevur sína ávirkan. Til nr. 2 § 5. ALS-roknskapurin er ikki roknskapur hjá almennum stovni, ið fellur undir § 45, stk. 4 í stýrisskipanarlógini. Hóast ALS røkir nakrar almennar uppgávur og er skipað sambært løgtingslóg, er ALS organisatoriskt og játtanarliga skipað uttan fyri almennu umsitingina, fíggjarlóg og landsroknskap. ALS er tí ikki tílíkur landsstovnur, har løgtingið skal góðkenna árligu roknskapirnar eftir § 45, stk. 4 í stýrisskipanarlógini hjá ALS. Heldur ikki eigur fæið hjá ALS at verða tikið við í uppgerð yvir ognir landsins. Til tess at tryggja tey almennu atlitini í skipanini og sum umboð hjá Føroya fólki eigur løgtingið tó rætt til umvegis landsgrannskoðan og løgtingsgranskoðarar at tryggja sær neyðugt innlit í ALS-roknskapin. Løgtingið hevur eftir galdandi reglum neyðugar himildir at hava innlit í fyrisitingina av ALS, tí ALS er fevnt av § 15, stk. 1 í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1991 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. Løgtingsgrannskoðararnir og landsgrannskoðanin kunnu tí eftir hesi áseting beinleiðis ella frá landsstýrismanninum krevja at fáa roknskapin hjá ALS til kanningar. Halda løgtingsgrannskoðararnir, at alt ikki er sum tað eigur at vera, kunnu teir leggja málið fyri tingið at taka støðu til, um hetta eigur at fáa avleiðingar, og hvørji stig eiga at verða tikin. Tær heimildir, ið løgtingið og stovnar undir løgtinginum longu hava eftir stýrisskipanarlógini og § 15 í lóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m., eiga ikki at verða nevndar í aðrari lóggávu, uttan so at ætlanin er at víkja frá teimum. Tað er ikki ætlanin at víkja frá galdandi reglum, og tí er óneyðugt at áseta nakað um hesi viðurskifti í ALS-lógini. Eftir § 2, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald, kann landsstýrismaðurin gera av, at lógarinnar reglur um roknskaparhald og reglur, sum verða gjørdar sambært lógini, skulu galda fyri stovnar, feløg, grunnar v.m., hvørs útreiðslur ella roknskaparliga hall verða goldin við landsstudningi ella við gjøldum, avgjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg. Eftir stk. 3 í somu lógaráseting verða reglurnar í stk. 2 tó ikki nýttar í tann mun, tað í 17 aðrari lóggávu eru reglur um roknskaparhald, sum ikki eru í tráð við lógina ella reglur, ásettar sambært lógini. ALS fær sínar inntøkur sambært lóg, og í lógini um ALS er eingin regla, sum nágreiniliga ásetir, hvussu roknskaparhaldið skal vera. Har er bert ásett, at roknskaparárið er álmanakkaárið, og at roknskapurin skal grannskoðast av einum løggildum grannskoðara. Til tess, at ivi ikki skal verða um, hvørjum roknskaparreglum ALS skal fylgja, verður tí skotið upp, at tað verður ásett, at ALS skal fylgja ársroknskaparlógini við slíkum tillagingum, ið mettar vera neyðugar, løgtingslógini um bókhaldsskyldu og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap, og at Stýrið kann áseta nærri reglur um roknskaparførsluna. Sambært orðingini er tað tann landsstýrismaður, sum til eina og hvørja tíð varðar av Arbeiðsloysisskipanini, ið sambært § 5, stk. 3, kann fáa til vega upplýsingar frá Arbeiðsloysisskipanini. Harumframt verður mælt til, at tað verður ásett greitt, at landsstýrismaðurin fær roknskapin og kann krevja neyðugar upplýsingar frá skipanini. Hendan ásetingin er sett, tí landsstyrismaðurin mótvegis løgtinginum hevur ábyrgdina av, at lóggávan verður rætt umsitin, og hann skal tí hava eitt ávíst eftirlit við ALS, og skal kunna fáa upplýsingar í hesum sambandinum. Til nr. 3. § 8. Stk. 1, nr. 3 Umframt til tey skip, sum eru skrásett beinleiðis í FAS, loyvir skattalógin afturbering av skatti til reiðaran, tá talan er um sokallaða FAS-líknandi skipan. Tað vil siga, at ein føroyskur reiðari “bare boat” leigar eitt skip, men velur ikki at skráseta skipið í FAS, hóast skipið líkur treytirnar at verða skrásett í FAS. Somu grundir eru fyri, at ALS-gjald ikki skal rindast í samband við hesa FAS-líknandi skipan, sum tá talan er um beinleiðis FAS-skráseting, og Arbeiðisloysisskipanin hevur tulkað greinina soleiðis, at FAS-líknandi skipanin er undantikin ALS-gjaldi. Fyri at eingin ivi skal vera um heimildina, verður skotið upp at orða lógina greiðari hesum viðvíkjandi. Til nr. 4. § 9. Hetta er ein einfaldgerð av greinini. Við nýggju orðingini verður víst á hægsta ALS-gjald, og annars víst til kunngerð, har galdandi ALS-gjald er ásett. Hervið verður verandi stk. 3 ikki neyðugt. Fyri at Arbeiðsloysisskipanin kann seta aðra gjaldsfreist fyri arbeiðsgevarar, ið ynskja at verða faktureraðir fyri ALS-gjald, verður henda heimild fyri at víkja frá høvuðsregluni sett í lógina, stk. 2. Við tað, at tey gjøld, sum rindast skulu, ofta eru sera smá men hóast hetta lutfalsliga arbeiðs- og kostnaðarkrevjandi, verður mett, at teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at verða faktureraðir fyri ALSgjald, sjálvir rinda kostnaðin av hesum. Tí er ásett, at Stýrið kann áseta avgreiðslugjald. Somuleiðis verða ásetingar gjørdar um, at ALS kann renturokna ov seint rindaði inngjøld umframt áseta avgreiðslugjøld og innkrevjingarkostnað. Til nr. 5 § 12 Sum er, er skipanin hjá sjálvstøðugt vinnurekandi bæði viðvíkjandi inngjaldi og útgjaldi tung at umsita, við tað at hvør tryggingartakari skal metast fyri inngjaldið, og síðan eftirregulerast. 18 Hetta kemst av, at útgangsstøðið verður tikið í roknskapinum hjá viðkomandi fyri sjálvstøðuga vinnuvirksemið. Ein annar trupulleiki er harumframt, at av tí at útrokningargrundarlagið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi er seinasta roknskaparárið undan arbeiðsloysinum, ger verandi skipan, at útgjaldið, tá ið arbeiðsloysi endaliga er staðfest, ofta er sera lágt, tí hin sjálvstøðugi vinnurekandi, síðstu tíðina áðrenn hann steðgar, oftast hevur hall, ella í hvussu so hevur sera lítið avlop á roknskapi sínum. Skotið verður upp, at skipanin verður gjørd við føstum útgjaldi, sum svarar nøkulunda til vanliga útgjaldið fyri vanligar lønmóttakarar, og at inngjaldið síðani verður roknað út eftir hesum. Til. nr. 6 og 7. § 14. Í staðin fyri at nevna nær arbeiðsloysisstuðul verður útgoldin, verður skotið upp at fáa staðfest, nær rætturin til arbeiðsloysisstuðul tekur við. Sjálv útgjaldingin verður samb. § 16, stk. 4, avgreidd sambært útgjaldskunngerðini. Fyri at tað greitt skal framganga av lógini, at tað er ein treyt fyri at fáa rætt til arbeiðsloysisstuðul, at viðkomandi fyrst søkir um stuðul, verður skotið upp at gera eitt ískoyti til nr. 1. Í umsitingini av lógini kann vera trupult at fáa staðfest, um ein arbeiðsleysur er tøkur og viðurskifti um arbeiðsførleika v.m. Endamálið við nýggja stk. 4 er at geva Stýrinum greiðari heimildir at áseta, nær ein er at fata sum tøkur, arbeiðsførur v.m. Tað hevur, síðani skipanin varð stovnað, verið ein grundleggjandi fatan og treyt, at skipanin ikki skuldi vera ein parttíðarskipan. Arbeiðsloysisskipanin hevur eisini tulkað lógina soleiðis, at tað ikki ber til at vera parttíðararbeiðsførur og heldur ikki parttíðararbeiðsleysur. Fyri at eingin ivi skal verða um hetta, er skotið upp, at rætturin til arbeiðsloysisstuðul er treytaður av, at viðkomandi er bæði arbeiðsførur til eitthvørt fulldagsstarv og er arbeiðstøkur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv. Til nr. 8. § 15. Viðvíkjandi broytingini í stk. 1 verður víst til pkt. 3. Við broytingini í § 12 um trygging til sjálvstøðug vinnurekandi, verður stk. 2 ikki neyðugt, og tí verður henda strikað. Fyri at fáa staðfest, at tað er frá, tá viðkomandi fór í skúla ella í læru og 12 mánaðir aftur, og ikki frá tá viðkomandi fór úr arbeiði, at útrokningargrundalagið verður roknað, verður henda neyvari lýsing gjørd. Hesar hendingar eru ikki altíð samanfallandi í tíð. Somuleiðis verður nú beinleiðis ásett, at hetta útrokningargrundarlagið bert verður nýtt, um tað er hægri enn útrokningargrundarlagið eftir stk. 1. Hettar kann serliga koma uppá tal í sambandi við tey, sum fara í vinnu í einum av norðanlondunum, og sum tí kunnu hava rætt til at fáa íroknaða inntøka frá útlandinum eftir reglunum í § 31. Tað kemur oftast fyri, at ein persónur verður knýttur til eitt fiskavirki eina tíð, áðrenn hann fyrstu ferð fær útgjald. Talan er sostatt ikki um, sum í vanligu skipanini, at arbeiðsloysið verður staðfest, beinanvegin persónurin verður knýttur til fiskavirkisskipanina. Tí er neyðugt greitt at áseta, frá hvørjum degi útrokningargrundarlagið skal roknast, og mett hevur verið, at fyrsti dagurin í tí vikuni, tá persónurin fyrstu ferð fær útgjald, er tann best hóskiligi at nýta. Til nr. 9. 19 § 16. Higartil er útrokningargrundarlagið býtt við skiftandi dagatali, alt eftir hvussu nógvir gerandisdagar eru í árinum. Hóast broytingin frá ári til árs er lítil, er ofta torført hjá teimum arbeiðsleysu at skilja, hví stuðulin broytist um ársskiftið. Tí verður skotið upp at fastleggja dagatalið, sum stuðulin skal býtast við, til 253, sum er árliga miðaldagatalið seinastu 12 árini, síðani skipanin varð sett á stovn. Somuleiðis er neyðugt at nýta hettar dagatal í sambandi við ásetan av hægsta dagliga arbeiðsloysisstuðlinum eftir stk. 2. Í sambandi við ásetan av eini arbeiðaraársløn er somuleiðis neyðugt at áseta eitt dagatal, og verður hettar 228, ið er 253 dagar frádrigið 25 feriudagar. Higartil hava ymisk gjøld, hin arbeiðsleysi fær, verið drigin frá arbeiðsloysisstuðlinum, m.a. veitingar frá Almannastovuni, hóast hesar ikki hava verið vanligar A-inntøkur. Nú verður skotið upp, at bert pensjónir, bæði almennar og privatar, sum verða skattaðar sum A-inntøka, verða at skerja hægst loyvda arbeiðsloysisstuðulin, tó ikki fyritíðarpensjónir orsakað av avlamni. Í sambandi við møguleikan hjá arbeiðsleysum á fiskavirkjum at arbeiða niðursetta tíð verður í stk. 4 nú ásett, hvussu arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður í tílíkum førum. Áður hevur arbeiðsloysisstuðulin til tann arbeiðsleysa á fiskavirkinum, sum t.d. arbeiddi ½ tíð, verið roknaður við støði í einum vikutímatali uppá 40, men við ásetingunum í stk. 4 verður arbeiðsloysstuðulin nú ístaðin roknaður við støði í 20 tímum. Endamálið við broytingunum í stk. 3 og 5 er bert at gera orðingarnar málsliga greiðari, og hevur hetta ikki við sær innihaldsligar broytingar, tó so at heimild í uppskotinum eisini er at áseta, hvussu upplýsingarnar skulu latast ALS. Millum annað er orðið “dagleiðaraarbeiði” strikað, og í staðin verður nýtt hugtakið “fyrifallandi arbeiði”. Til nr. 10. § 17 Endamálið við hesum lógarbroytingum er at fáa hesar ásetingar orðaðar týðiligari. Verandi mannagongd er, at bíðidagarnir verða ásettir frá fyrsta degi við rætti til arbeiðsloysisstuðul og bert fyri dagar, sum annars høvdu givið rætt til útgjald. Við nýggju orðingini í stk. 5 verður ásett, at bíðidagarnir ongantíð kunnu renna, samstundis sum hin arbeiðsleysi missir rættin til arbeiðsloysisstuðul eftir §§ 18 og/ella 19. Mannagongdin verður nú tann, at møgulig karantena eftir §§ 18 og/ella 19 rennir áðrenn biðidagarnir eftir § 17. Til nr. 11. § 18 Við hesum ískoyti verður gjørt greitt, at møgulig karantena verður galdandi, frá tí at viðkomandi fer úr starvi, t.v.s. setunarliga tilknýtið til arbeiðsgevaran er av. Hetta kann vera, áðrenn viðkomandi søkir um arbeiðsloysisstuðul. Til nr. 12. § 19. Fyri at nýta sama hugtak sum í § 18, verður skotið upp at broyta “tryggingarútgjald” til “stuðul”. Talan er ikki um nakra innihaldsliga broyting. Fyri at ivi ikki skal vera um, frá nær rætturin til stuðul verður mistur, verður sett í lógina, at tað skal roknast frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa. Mett verður eisini greiðast, at Arbeiðsloysisskipanini verður heimilað at gera reglur fyri, nær talan kann vera um serligar orsøkir, sum ikki viðføra, at viðkomandi missir rættin til stuðul. Til nr. 13. § 20 20 Fyri fiskavirkisskipanina verða broytingar eisini gjørdar í § 15, stk. 4 og í § 16 stk. 4 viðvíkjandi útrokning av arbeiðsloysisstuðlinum. Í § 20 verður heimildin hjá Stýrinum at gera kunngerð gjørd greiðari. Til nr. 14. § 21 Mett verður, at heimild eigur at vera fyri at kunna broyta skipanina soleiðis, at útgjaldið kann vera eitt annað enn til ”vanlig” arbeiðsleys. Harumframt eru heimildir fingnar fyri at áseta nærri treytir til tann, sum fer í farloyvi, og til tann arbeiðsleysa, sum fer í farloyvisstarvið. Í verandi farloyviskunngerð er m.a. ásett, at tey, sum eru í farloyvi, fara afturum í bíðirøðini í arbeiðsávísingini. Heimild fyri hesum er nú ásett beinleiðis í lógini. Til nr. 15. § 24. Í verandi lóg er ikki sett sum greitt krav fyri fólk, sum skulu hava rætt til arbeiðsloysisstuðul, at tey skulu vera skrásett í arbeiðsávísingini. Tó hevur hetta krav verið praktiserað sum ein av treytunum fyri at verða fataður sum tøkur, og harvið sum krav fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul. Við nýggju orðingini er ongin ivi um kravið um at vera skrásettur í arbeiðsávísingini fyri at hava rætt til arbeiðsloysisstuðul. Fólk, sum ikki eru arbeiðsleys, kunnu lata seg skráseta í arbeiðsávísingini. Sambært nýggju orðingini kann Arbeiðsloysisskipanin seta treytir fyri henda bólk. Henda heimild finst ikki í verandi orðing. Til nr. 16. § 25 Mett verður, at ein tann besti hátturin at fáa arbeiðsleys aftur í arbeiði er, at hesi koma í vanligt arbeiði. Fyri tey fólk, sum hava verið leingi arbeiðsleys, kann hetta vera trupult, og heimild eigur tí at vera fyri sonevndum arbeiðsvenjingarstørvum. Í slíkum førum kann talan vera um, at avtala verður gjørd millum Arbeiðsloysisskipanina, ein ávísan arbeiðsgevara og tann arbeiðsleysa, har tann arbeiðsleysi í ásett tíðarskeið fær arbeiði, móti at Arbeiðsloysisskipanin rindar arbeiðsloysisstuðulin, sum hin arbeiðsleysi annars hevði havt rætt til, og kanska eisini aðrar útreiðslur til skeið ella líknandi til arbeiðsgevaran, sum so rindar tí arbeiðsleysa fulla løn. Trupulleikin við slíkum skipanum er sjálvandi, at hetta kann virka kappingaravlagandi, umframt at hesi arbeiðsleysu á arbeiðsmarknaðinum kunnu koma í kapping við onnur arbeiðssøkjandi. Ein háttur at byrgja fyri slíkari misnýtslu er, at ein slík skipan verður umsitin á ein slíkan hátt, at somu arbeiðsgevarar bert kunnu hava fólk í slíkari starvsvenjing í ávíst tíðarskeið, og skulu so steðga ásett tíðarskeið áðrenn møguleikin aftur býðst. Til nr. 17. § 26. Við hesi orðing verður ásett innanfyri hvørja freist, Arbeiðsloysisskipanin kann leggja mál fyri dómsvaldið. Sum er, eru bert vanligu fyrningarreglurnar at ganga eftir. Freistin uppá 6 mánaðir, sum sambært uppskotinum skal vera galdandi fyri Arbeiðsloysisskipanina, verður ikki galdandi fyri tann arbeiðsleysa, sum tí hevur vanligu fyrningarreglurnar at ganga eftir. Kærunevndin hevur tørv á heimild fyri í serligum førum at kunna geva Arbeiðsloysisskipanini loyvi at víkja frá 4-vikurs freistini, sí broytingina í stk. 2. 21 Til nr. 18. § 27. Av tí at Arbeiðsloysisskipanin hevur tørv á upplýsingum bæði í sambandi við inn- og útgjald, verður skotið upp at broyta tilvísingina til útgjaldsupphæddir til at vera umsiting og eftirlit eftir lógini. Talan er ikki um innihaldsligar broytingar í stk. 2. Orðið avlamispensjón er býtt út við orðið fyritíðarpensjón. Fyri at hava somu orðing í stk. 3 sum í stk. 1, verður skotið upp at broyta seinasta setning í stk. 3. Talan er ikki um nakra innihaldsliga broyting. Til nr. 19. § 28. Orðingin er ein víðkan av ábyrgdini hjá móttakaranum av arbeiðsloysisstuðli til at rinda upphæddir aftur, sum av órøttum verða móttiknar. Fyri at beina møguligan iva um mótrokningarrættin hjá Arbeiðsloyisskipanini burtur, tá upphæddir av órøttum hava verið útgoldnar, verður skotið upp at seta nýtt stk. 3 í § 28. Henda heimild skal eins og higartil verða umsitin við atliti til generellar reglur um trangsbeneficium. Harumframt verður mett, at tað er rætt, at Stýrið kann áseta smámunarmark, um tær upphæddir, sum skulu krevjast aftur, eru so smáar, at útreiðslurnar í samband við afturkrevjing mugu metast at vera lutfalsliga ov høgar. Til § 2. Eingin viðmerking. 22