Álit um øktan kvinnuleiklut í politikki Demokratia – Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki – sum Føroya landsstýri setti í juni 2006 til at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. www.demokratia.fo javnratt@javnratt.fo Desember 2007 Innihaldsyvirlit Fororð ................................................................................................................. 1 Inngangur ........................................................................................................... 3 Tilnevning og areiðssetningur ........................................................................... 4 Nevndararbeiði .................................................................................................. 5 Samandráttur ..................................................................................................... 5 Verandi støða ..................................................................................................... 6 Virksemið hjá nevndini ...................................................................................... 7 Tiltøk ............................................................................................ ............. 7 Lýsingakampagna ............................................................................... 10 Upplýsing ............................................................................................ 10 Undirvísing .......................................................................................... 10 Útgáva av kunnandi tilfari ................................................................... 10 Lands- og kommunupolitikkur ............................................................ 10 Annað ........................................................................................................... 10 Fundir við løgtingskvinnurnar .............................................................. 10 Gallup-kanning ..................................................................................... 11 Áheitan á flokkarnar ............................................................................. 11 Fundir og samstarv við fjølmiðlarnar ................................................... 11 Sponsorvirksemi ................................................................................... 12 Bræv til Bill Clinton ............................................................................. 12 Ambassadørar ....................................................................................... 12 Tekniátak fyri børn ............................................................................... 12 Í fjølmiðlunum ...................................................................................... 12 Áheitanir á politisku myndugleikarnar ................................................................. 13 Fundir og annað samskifti við politisku myndugeikarnar .................................... 14 Úrslit ..................................................................................................................... 14 Eftirmeting av nevndararbeiðinum ....................................................................... 16 Framtíðarmeting .................................................................................................... 16 Hugskot/uppskot til arbeiðið í 2008 ...................................................................... 17 Tilmæli .................................................................................................................. 18 Fylgiskjøl Fororð eftir Aslaug Gisladóttir, stjórnmálafrøðislesandi: Demokratiið í Føroyum í kreppu! Fyrr var kravið til eitt vælvirkandi demokrati, at allir borgarar skuldu hava sama rætt at atkvøða og stilla upp til val. Soleiðis er ikki longur! Ì alheimshøpi verður eitt demokrati ikki longur sæð sum vælvirkandi, so leingi sum helvtin av fólkinum, kvinnurnar, ikki eru umboðaðar á jøvnum føti við menn. Hetta er eisini orsøkin til, at Føroyar so singlandi dumpaðu til seinastu próvtøku í politiskaru javnstøðu hjá ST (CEDAW). ST hevur í yvirlýsing ásett 30% sum minstamark fyri umboðanina av báðum kynum í parlamentum, fyri at talan kann vera um eitt vælvirkandi demokrati. Við einum kynsbýti á 90,6% mannfólk og einans 9,4% konufólk á Føroya løgtingi hevur demokratiið í Føroyum spælt fallit! Eitt so vánaligt fólkaræðisligt grundarlag gevur stórar legitimitetstrupulleikar fyri Føroya landsstýri. Grundarlagið undir landsstýrinum er ikki, sum tað eigur at vera. Demokratiska undirskotið í Føroyum má tískil fáa hægstu politisku raðfesting og størsta fólkaligan ans. Sammet við onnur lond liggur Føroyar á botni við kvinnuligari umboðan í parlamentum. Yvirlit yvir umboðanina av kvinnum í parlamentum runt heimin: Norðurlond 41, 6 % Americas 19, 4 % Europa (OECD-londini) 19, 0 % Sub-Sahara Africa 17, 0% Pacific 12, 6% Arabisku statirnir 9, 5% Føroyar 9, 4% (kelda: www.ipu.org) Kvinnur í Føroyum hava ikki eins góðar møguleikar sum menn at gerast partur av fólkaræðinum. Hetta er staðfest. Orsøkirnar eru ósjónligar forðingar í samfelagnum, ið kunnu knýtast til politisku skipanina, arbeiðsmarknaðin, føroysku mentanina og samfelagsnormarnar. Tað er staðfest, at hesar forðingar spenna bein fyri bæði útboði og eftirspurningi eftir kvinnum til Føroya løgting. “Even when women have gained an objective competence, they can still remain excluded from the political sphere when their comptence as political subjects has been tradtionally questioned, and thus it can, to a significant degree, affect their own subjective perseption about their political competence. It is striking to see that, despite the fact that women have achieved a great deal in terms of educational attainment and shares in the economic sphere, both their capacities for voting rationally and for running for office have been systematicaly questioned by cultural beliefs and the role-models produced by them (Diaz 2005:29). Fyri at koma hesum barrierum til lívs er neyðugt við langtíðar og málrættaðum politiskum átøkum til tess at útjavna ein og hvønn mun, ið verður gjørdur vegna kyn í føroyska samfelagnum, frá barnsbeini til vaksnamannalív. Tilmælini frá Demokratia skulu tískil takast í størsta álvara. Føroyar liggja geografiskt mitt í javnstøðuháborgini – Norðurlondum – men á arabiskum støði, tá tað ræður um politiska kvinnuumboðan. At einki gera við hetta frá politiskari síðu er tað sama sum at góðtaka arabisk viðurskifti í Føroyum. Uppgávurnar at tryggja eitt vælvirkandi demokrati og modernaðar Føroyar eru átroðkandi og krevja tískil hægstu politisku raðfesting bæði við atliti til tíð og pening. Góðan arbeiðshug! Inngangur 18. november 1999 samtykti Føroya løgting uppskot um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 19991 um at seta eina nevnd at arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki við endamálinum at økja um talið á kvinnum á løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Útnorðurráðið heitti á tað grønlendska og tað føroyska landsstýrið um at seta eina slíka nevnd. Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð víst til eitt átak í Íslandi, har altingið setti eina nevnd við tí endamáli at leggja til rættis tvørpolitisk tiltøk fyri at økja um talið á kvinnum í politikki. Sambært tilmælinum var úrslitið av hesum arbeiði gott og hevði við sær, at talið á kvinnum í altinginum øktist munandi. 1. januar 2006 setti Føroya landsstýri Nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Nevndin fekk tvey ár at arbeiða í, fram til ársskiftið 2007/08. Men av tí, at broytingar máttu gerast í vali av nevndarlimum, lá virksemið hjá nevndini næstan lamið frá byrjanini. Ikki fyrr enn á sumri 2006 fekk nevndin skipað seg av nýggjum, og arbeiðið kundi byrja. Um ársskiftið 2007/2008 skal nevndin handa landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar. Við hesum leggur nevndin álit sítt fram. 1 Vestnordisk Råd. Rekommandation nr. 1/9 frá 1999, sí fylgiskjal 1. Ein partur av forarbeiðinum til víðari arbeiðið í løgtinginum var Kvinnupolitiska Verkstað Útnorðurs. Sí eisini grein eftir Lisbeth L. Petersen í Kvinnutíðindum 1999 (www.kvinnufelag.fo) Tilnevning og arbeiðssetningur Nevndarlimirnir í Demokratia eru: Eyðgunn Samuelsen, forkv. (Javnaðarfl.) Annleyg Lamhauge, næstforkv. (Sjálvstýrisfl.)2 Inga Dahl (Fólkafl.) Rósa Samuelsen (Sambandsfl.) Sólfríð Fjallsbak (Tjóðveldisfl.) Hjørdis H. Petersen (Miðfl.) Eyðun Christiansen (Føroya Kommunufelag) Steinbjørn Jacobsen (Kommunusamskipan Føroya) Kári á Rógvi (Javnstøðunevndin) Bergtóra Hanusardóttir (Kvinnufelagasamskipan Føroya) Nevndin hevur havt felags skrivara við Javnstøðunevndina, Bjørg Jacobsen. Arbeiðssetningurin hjá nevndini ljóðar soleiðis: Nevndin skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondunum. Um árskiftið 2007/2008 handar nevndin landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar. Í viðmerkingunum til uppskotið um nevndina um virksemið hjá nevndini stendur: Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Løgtingsvalið, sum eftir ætlan verður í januar 2008, verður eitt gott høvi at máta úrslitið av arbeiðinum hjá nevndini. Nevndararbeiðið Demokratia hevði sín fyrsta nevndarfund 6. juni 2006. Bjarni Djurholm, landsstýrimaður í javnstøðumálum, var við á hesum fundi og heitti á nevndina um at skipa seg sjálva. Eyðgunn Samuelsen varð vald til forkvinnu, og Annleyg Lamhauge varð vald til næstforkvinnu. Í november 2006 fekk nevndin sær navnið Demokratia og eitt búmerki. Demokratia hevur havt íalt 24 nevndarfundir, tann seinasta 7. desember 2007. Umframt nevndarfundirnar hevur nevndin havt fundir við aðrar felagsskapir, stovnar osfr. og skipað fyri eini røð av tiltøkum. 2 Í mars 2007 fór Annleyg í barsilsfarloyvi, og Hans Jacob Hermansen kom í hennara stað Samandráttur Demokratia hevur arbeitt bæði teoretiskt og praktiskt. Í 2006 og 2007 hevur nevndin skipað fyri eini røð av almennum tiltøkum kring landið við felagsevninum, hví kvinnuleikluturin í politikki eigur at økjast, og hvussu hetta kann gerast. Heystið 2007 fór nevndin undir eina kampagnu við blaðlýsingum, plakatum og eini interaktivari heimasíðu. Nevndin hevur gjørt eina Gallup-kanning um hugburð til javnstøðu, skipað fyri taluskeiði fyri kvinnur í poltikki og fakfeløgum og fyri einum tekniátaki fyri børn í 4. flokki kring landið um at tekna ein politikara. Nevndin hevur sent fleiri áheitanir og uppskot til politisku myndugleikarnar og havt fundir við allar politisku flokkarnar, við fjølmiðlarnar, við myndugleikarnar og fleiri stovnar og felagsskapir. Nevndin hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, og eftir førimuni roynt at dagføra heimasíðuna regluliga. Reaktiónirnar frá politisku myndugleikunum, fjølmiðlunum og almenninginum hava sum heild verið positivar. Fleiri flokkar hava tikið stig til at bøta um javnstøðuna; fjølmiðlarnir hava víst nevndini stóran ans; og javnstøða í politikki er í størri mun enn fyrr vorðið natúrligur partur av almenna kjakinum. Eitt mátbært úrslit av nevndararbeiðinum kann av góðum grundum illa síggjast, fyrr enn løgtingsval hevur verið í januar 2008 og kommunuval heystið 2008. Fólkatingsvalið í november 2007 og almenna kjakið annars kunnu tó síggjast sum ábendingar um, at hugburðarbroytingar eru á veg. Nevndararbeiðið hevur verið nógv tarnað av vantandi arbeiðs- og fíggjarorku. Tað er krevjandi at arbeiða á einum so breiðum øki, og uttan góðan stuðul frá sponsorum hevði nevndin ikki megnað serliga nógv. Nevndin metir, at enn er nógv eftir at gera á økinum og hevur nógv uppskot til framtíðar arbeiði. Móti endanum av nevndarskeiðinum hevur nevndin út frá arbeiði sínum gjørt tilmæli til politisku myndugleikarnar, politisku flokkarnar, kommurnunar og fjølmiðlarnar. Vónandi kunnu tilmælini vera inspiratión til at arbeiða víðari við. Sama um Demokratia verður niðurløgd við árslok 2008 ella ikki, metir nevndin ikki, at arbeiðið er liðugt eftir bara 1½ ár og eigur at steðga nú. At broyta hugburð og atburð er ein drúgv prosess. Tórshavn í desember 2007 Eyðgunn Samuelsen, forkv. Hans J. Hermansen, næstform. Inga Dahl Rósa Samuelsen Sólfríð Fjallsbak Hjørdis H. Petersen Eyðun Christiansen Steinbjørn Jacobsen Kári á Rógvi Bergtóra Hanusardóttir Verandi støða Í Norðurlondum eru stórar broytingar farnar fram seinastu ártíggjuni viðv. kvinnuumboðan í politikki. Uml. 1970 kom rættilig ferð á kvinnuumboðanina í teimum stóru londunum, og síðan er hon – um enn við einstøkum afturstigum eftir vegnum - støðugt hækkað. Í dag telja kvinnurnar í parlamentunum í Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Álandi ávv. uml. 37%, 38% og 47% 38% og 37% Í Íslandi byrjaði ferð at koma á mitt í 1980unum, og í altinginum telur kvinnuumboðanin í dag 33%, og í grønlendska landstinginum 42%. Men Føroyar líkjast heilt burturúr. Ikki fyrr enn í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið, men síðan hetta er tað ikki støðugt gingið framá sum í hinum londunum. Kvinnuumboðanin er síðan 1978 hækkað frá 0-9,4% (2004), og tá støðan var frægast, var hon bara 15,6% (1994-98). Kvinnuumboðanin í landsstýrinum hevur heldur ikki havt framgongd. Fyrsta kvinna varð vald í landsstýrið í 1985. Vanliga myndin síðan tá hevur verið 0-1 kvinna í landsstýrinum – í løtuni eingin Í tíðarskeiðinum 1985-2007 hava tilsamans 67 menn og 8 kvinnur sitið í landsstýrinum, t.e. 10,6% kvinnur. Samanborið við europeisk lond er kvinnuumboðanin í 38 av teimum 43 londunum frægari enn í Føroyum. Í altjóða høpi liggur kvinnuumboðanarprosentið í Føroyum sum nr. 135 av 192 londum.3 Í kommunupolitikki er kvinnuumboðanin væl hægri enn í landspolitikki, men kortini eisini aftarlaga samanborið við onnur Norðurlond. Svøríki er fremst við 40%, Grønland er aftast við 19%, og Føroyar eru næstaftast við 23%. Hesi tøl tala týðuliga fyri seg. Ein Gallup-kanning, sum varð gjørd fyri Demokratia og Javnstøðunevndina í januar 2007, vísti, at bæði millum kvinnur og menn er stórur meiriluti fyri at fáa fleiri kvinnur í politikk. Støðan viðv. kvinnupolitiskari umboðan í Føroyum er sostatt út av lagi vánalig, og heldur ikki sær hon út til at vera ynskilig millum føroyska fólkið. Sostatt eru góðar grundir til at seta tiltøk í verk til tess at bøta um verandi støðu. Lógartryggjað rættindi so sum valrættur og –bæri fyri øll og formlig javnstøða annars hava ikki víst seg at vera nóg mikið at beina burtur hugburðir og mynstur, sum ikki longur eru tíðarhóskandi. Hetta hava londini rundan um okkum ásannað; eitt nú hevur EU útnevnt 2007 EU-árið fyri líka møguleikar fyri øll. Demografiska gongdin við fallandi burðartali og minkandi arbeiðsmegi í Europa hevur fingið EU at seta m.a. javnstøðu millum kynini ovarliga á dagsskránna fyri at tryggja ein framhaldandi positivan búskaparvøkstur. Virksemið hjá nevndini Tiltøk Demokratia hevur skipað fyri 10 almennum og 2 privatum tiltøkum. 6 av tiltøkunum, herundir 8. mars haldið 2007, hava verið hildin í Tórshavn, hini í Klaksvík, á Oyrarbakka, í Miðvági, í Øravík og í Skálavík. Nevndin metir tað vera av stórum týdningi at fara út í øll økir í landinum. Tiltøkini umfata fyrilestrar við einum ella fleiri fyrilestrahaldarum og evt. einum paneli. Høvuðsevnið hevur verið upplýsing, 3 www.ipu.org. 189 lond eru nevnd. Telja vit Føroyar, Grønland og Áland við, er talið 192 hvussu fleiri kvinnur fáast í politikk og spurningar í hesum sambandi. Tiltøkini hava sum heild verið væl vitjað og sett góð kjak í gongd. Tiltøkini eru hesi: 1. alment evniskvøld við Hólmfríður Sveinsdóttir o.ø. 4. november 2006 2. fyrilestur fyri privatum felagsskapi í august 2007 um nevndararbeiðið 3. alment evniskvøld við Beintu í Jákupsstovu, granskara, 31. januar 2007 4. almenn 8. mars-ráðstevna 2007 á Hotel Føroyum 5. almennur økisfundur í Klaksvík 27. september 2007 6. almennur økisfundur á Oyrarbakka 10. oktober 2007 7. fyrilestur fyri privatum felagsskapi 11. oktober 2007 8. almennur fundur í Miðlahúsinum 24. oktober 2007 9. almennur økisfundur í Miðvági 27. oktober 2007 10. almennur økisfundur í Øravík 16. november 2007 11. almennur økisfundur í Skálavík 3. desember 2007 12. almennur fundur við Aslaug Gisladóttir, lesandi, og Janet F. Johannesen, umboði fyri Kveik 7. desember 2007 Ad 1 Íslendska Hólmfríður Sveinsdóttir greiddi frá royndum sínum við politiskum nevndararbeiði, ábyrgdarstørvum osfr. 1998-2003 sat hon í eini íslendskari nevnd, ið virkaði fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Nevndin skipaði fyri fleiri áhugaverdum og øðrvísi átøkum, og úrslitið sást aftur í, at glið kom á kvinnuligu luttøkuna í samfelagsmálum og politikki. Bergtóra Hanusardóttir tosaði um forðingar í valskipanini og um, hvussu søgan hjá teimum fyrstu løgtingskvinnunum var4. Karin Kjølbro hugleiddi um sínar royndir í politikki. Bjørg Jacobsen legði fram uppskot hjá javnstøðunevndini um broyting í vallógini, sí niðanfyri. Ingrid Henriksen legði fram annað uppskot5 um broyting í vallógini. Ad 2 Eyðgunn Samuelsen helt fyrilestur fyri privatum felagsskapi. Hon greiddi frá, hvørji manna nevndina og arbeiðssetninginum, og hugleiddi um, hví tað er neyðugt at økja um kvinnuumboðanina í politikki. Ad 3 Granskararnir Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem løgdu fram úrslit frá spurnakanning millum uppstillað til kommunuvalini í 2000 og 2004 við serligum atliti til kvinnuumboðan. Tær vístu á nakrar forðingar hjá kvinnum í at luttaka í politikki og á nøkur stig, sum kunnu takast fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar. Ad 4 Demokratia skipaði saman við P/f Sansir fyri 8. mars-ráðstevnu á Hotel Føroyum. Fyrilestrahaldarar vóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, Elisabeth Møller Jensen, stjóri í Kvinfo, BRynhild Thomsen, journalistur, Benja Stig Fagerland, verkætlanarleiðari, Lena L. Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, og Trine Gregorius, fyrrverandi sjónvarpsjournalistur. Ad 5 Á økisfundinum í Klaksvík greiddi Karin Jóhanna Knudsen, granskari á Granskingardeplinum fyri økismenning, frá eini kanning, hon var í holt við, um hví 4 Sí fylgiskjal 2 5 Sí fylgiskjal 3 kvinnur flyta úr útjaðaranum til miðstaðarøkið, ikki bara í Føroyum, men eisini í londunum kring okkum. Eyðgunn Samuelsen greiddi frá nevndararbeiðinum og hugleiddi um, hvussu vit kunnu fáa fleiri kvinnur í politikk í Føroyum. Ad 6 Á økisfundinum á Oyrarbakka greiddu Demokratia-limirnir Eyðun Christiansen og Hjørdis H. Petersen frá nevndararbeiðinum. Rúna Sivertsen, fyrrverandi løgtingslimur, og býráðspolitikararnir Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Randi í Jógvansstovu løgdu fram og hugleiddu um sínar royndir í politikki o.a. Ad 7 Á fundi í privatum felagsskapi kunnaðu Demokratia-limur Eyðun Christiansen og skrivarin Bjørg Jacobsen um nevndararbeiðið og hugleiddu um, hvat meira kann gerast fyri at økja um kvinnuumboðanina í politikki. Ad 8 Fundur á ST-degnum í Miðlahúsinum um CEDAW-próvtøkuna 2008. Kitty-May Ellefsen, fyrrverandi fulltrúi í Vinnumálaráðnum, greiddi frá CEDAW-próvtøkuni 2006 og hugleiddi um, hvat kann gerast fyri at bøta um próvtøkuúrslitið 2008. Panellutakarar vóru Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í javnstøðumálum, Hans P. Strøm, fyrrv. landsstýrismaður í javnstøðumálum, og Heidi Petersen, løgtingskvinna. Ad 9 Á økisfundinum í Miðvági var evnið “starvið sum tingfólk”. Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri í løgtinginum, greiddi frá mannagongdini í tinginum, og løgtingskvinnurnar Lisbeth L. Petersen, Heidi Petersen og Annita á Fríðriksmørk greiddu frá sínum royndum sum politikarar. Ad 10 Á økisfundinum í Øravík greiddi Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, frá nevndararbeiðinum, og Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, og Marjun Olsen, býráðslimur á Tvøroyri, greiddu frá royndum sínum sum fakfelagsfólk og politikarar. Ad 11 Aslaug Gisladóttir, stud. scient. pol., sum skrivar høvuðsritgerð um kvinnupolitiska umboðan, greiddi frá gransking síni. Janet F. Johannesen, umboð fyri Kveik, greiddi frá arbeiðinum og royndunum hjá Kveik. Ad 12 Á økisfundinum í Skálavík greiddu Demokratia-limirnir Hans J. Hermansen og Inga Dahl frá nevnarararbeiðinum. Laura Joensen hevði framløgu um russisku Alexandra Kollontai og um persónliga og politiska kvinnufrígering og spældi haraftrat brot úr sjónleiki. Lýsingakampagna Nevndin hevur saman við einum reklamuvirki skipað fyri eini reklamukampagnu við blaðlýsingum, plakatum og eini interaktivari heimasíðu. Kampagnan fór í gongd í september 2007, og í hesum sambandi skipaði Demokratia fyri tíðindafundi í løgtinginum 20. september 2007. Kampagnan er ætlað at vara til løgtingsvalið í januar 2008. Upplýsing Umframt omanfyrinevndu tiltøk hevur nevndin javnan havt greinir og annað tilfar á heimasíðuni og í bløðunum, og haraftrat hava nógv innsløg um og við Demokratia verið í Kringvarpinum. Undirvísing Nevndin skipaði í november 2007 saman við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri taluskeiði fyri kvinnur, sum eru virknar í politikki og fakfelagsarbeiði. Eitt umboð fyri hvønn flokk var boðið við at luttaka ókeypis. Útgáva av kunnandi tilfari Hetta økið hevur nevndin hvørki havt fígging ella orku til at gera nakað konkret og beinleiðis við. Heimasíðan kann tó sigast at virka sum eitt slag av innsavnan av kunnandi tilfari. Lands- og kommunupolitikkur Nevndin hevur lagt størsta dentin á landspolitikk, av tí at fyrst komandi val er løgtingsvalið í januar 2008. Kommunupolitikk hevur nevndin higartil onga orku havt at arbeiða við. Annað Fundur við løgtingskvinnurnar Á heysti 2006 hevði nevndin fund við tvørpolitiska bólkin í løgtinginum6 um teirra arbeiði og um hugskot til nevndararbeiðið. Gallup-kanning Í januar-februar 2007 gjørdi Demokratia saman við Javnstøðunevndini eina Gallupkanning7 við spurningum um hugburð til kvinnur í politikki. Kanningin – sum kann lesast á www.demokratia.fo - vísti, at ein stórur meiriluti av føroyingum ynskir fleiri kvinnur í politikk/størri javnstøðu í politikki, og heldur, at flokkarnir áttu at gjørt fleiri átøk fyri at bøta um støðuna. 12% av monnunum og 26% av kvinnunum valdu eina kvinnu á løgtingsvalinum 2004, og stórur meiriluti er ímóti kynskvotering. Áheitan á flokkarnar 22. mars 2007 sendi nevndin øllum politisku flokkunum spurnablað8 um javnstøðu innanfloks, í uppstilling, í valskránni, javnstøðuætlanir osfr. Nevndin hevði síðan fund við flokkarnar. Niðurstøðan av svarunum upp á spurnabløðini og av fundunum var: - 6 Allir flokkar ganga inn fyri javnstøðu, men eingin hevði nakra samlaða javnstøðuætlan Nakrir flokkar – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin - høvdu tikið stig til ymisk átøk fyri at bøta um javnstøðuna. Sjálvstýrisflokkurin var tann fyrsti, sum á landsfundi hevði samtykt javnstøðu í uppstillingini Tvørpolitiski kvinnubólkurin var settur saman av løgtingskvinnunum og einum kvinnuligum umboð úr hinum flokkunum, sum ikki hava kvinnulig umboð á tingi 7 Sí fylgiskjal 4 8 Sí fylgiskjal 5 Kynsbýtið í floksskipanunum (stjórn og lokalfeløg osfr.) var soleiðis várið 2007: Fólkaflokkurin 18% kvinnur Sambandsflokkurin 17% kvinnur Javnaðarflokkurin: 55 % kvinnur Tjóðveldi 47% kvinnur Hinir flokkarnir hava ikki latið yvirlit inn. Men nevndin fekk upplýst, at Miðflokkurin hevur tvær kvinnur av sjey limum í landsnevndini. Sjálvstýrisflokkurin hevur eina kvinnu av seks limum í landsnevndini. Í starvsnevndini sita tvær kvinnur og tríggir menn. Fundir og samstarv við fjølmiðlarnar Nevndin hevði summarið 2007 fundir við Miðlahúsið/Rás 2, Dimmalætting, Kringvarpið og Vinnuvitan/Vikublaðið og Kvinnu, har hon heitti á teir um at stuðla og samstarva við at dekka tíðindi og tiltøk, lata lýsingaavsláttur osfr. Heitt varð á Kringvarpið um at fáa reglulig Gevið gætur-innsløg ókeypis í KvF og SvF. Miðlahúsið, Rás 2, Dimmalætting, Vinnuvitan/Vikublaðið og Kvinna gingu við til at lata avsláttur. KvF læt harafturímóti ongar sersømdir við tí grundgeving, at talan ikki var um almennan áhuga. Demokratia skrivaði 30. august Mentamálaráðnum bræv9 við spurninginum, um nøkur lógarforðing er fyri, at almenn upplýsing um vantandi kvinnuumboðan í politikki kann fáa ókeypis innivist í KvF, og um KvF ikki hevur skyldu at upplýsa um hetta. Mentamálaráðið svaraði í brævi10 frá 26. november 2007 við ávísing til bræv frá Kingvarpinum, at § 10 ikki kann tulkast soleiðis, at KvF hevur skyldu at vera partur í kampagnum, sum hava sum endamál at økja um kvinnuumboðanina í politikki. Sponsorvirksemi Summarið og heystið 2007 hevði nevndin nógv samskifti11 við ymiskar stovnar, virkir, felagsskapir, politiskar flokkar osfr. um fíggjarligan stuðul til lýsingakampagnuna og átøk annars. Bræv til Bill Clinton Í einum serblaði í Sosialinum í sambandi við Bill Clinton-vitjanina 1. oktober 2007 hevði Demokratia eitt vælkomstbræv til Bill Clinton, eisini við heilsan til Hillary Clinton.12 Ambassadørar Nevndin hevur heitt á fleiri fólk um at gerast ambassadørar fyri Demokratia. Hetta verður gjørt við at senda eina mynd og skriva nakrar reglur um, hví ein stuðlar arbeiðinum hjá Demokratia. Mynd og orð verða løgd út á heimasíðuna, so hvørt sum tey koma inn. Sí www.demokratia.fo. Tekniátak fyri børn Í desember 2007 skipaði nevndin í samstarvi við skúlalærarar kring landið fyri einum tekniátaki fyri børn í 4. flokki. Átakið gekk út uppá at biðja børnini tekna ein politikara í einum skúlatíma. Eftir tíman savnaði lærarin tekningarnar inn, og kynið á barninum og navnið á skúlanum varð skrivað á hvørja tekning. Børnini fingu einki at vita um átakið áðrenn tíman - og heldur ikki, hvør stóð aftanfyri átakið. Hetta fyri at 9 Sí fylgiskjal 6 Sí fylgiskjal 7 11 Sí fylgiskjal 8, dømi um standardbræv 12 Sí fylgiskjal 9 10 fáa so spontanar og óreflekteraðar tekningar fram sum møguligt av, hvussu 9-10 ára gomul børn ímynda sær hugtakið politikarar. Freistin at lata tekningarnar inn er úti 20. desember – sama dag, sum hetta álit verður handað, og úrslitini verða kunngjørd í januar 2008. Í fjølmiðlunum Nevndin hevur verið ógvuliga nógv frammi í fjølmiðlunum, serliga kringvarpinum, í Rás 2, í bløðunum og á portalinum. Eftir hugskoti/áheitan frá nevndini gjørdi SvF sendingina Ekkó – vantandi kvinnuumboðan um lágu kvinnuumboðanina í føroyskum politikki, sum varð send tíðliga í 2007 og endursend í september 2007. Áheitanir á politisku myndugleikarnar - - - - 13 24. august 2006 sendi nevndin Vinnumálaráðnum bræv13 við áheitan um økta játtan 2007. Í brævinum varð m.a. víst til rekommandatiónina frá Útnorðurráðnum. 24. september 2006 sendi nevndin Innlendismálaráðnum bræv14 við áheitan um at víðka arbeiðssetningin hjá arbeiðsbólkinum, sum var settur at endurskoða vallógina, til eisini at umfata, hvussu eitt rættvísari kynsbýti kundi tryggjast á løgtingi. 5. oktober 2006 sendu Demokratia og Javnstøðunevndin í felag tíðindaskriv út við uppskoti um at fáa javnstøðu á tingi í eitt ávíst tíðarskeið, við at nakrir tinglimir lovaðu varaumboðum sínum framat, t.d. í 2-4 vikur15 10. november 2006 sendi nevndin Fíggjarnevndini bræv16 við áheitan um størri játtan enn tær 250.000 kr., sum fíggjarlógaruppskotið tá legði upp til. 20. desember 2006 sendu Demokratia og Javnstøðunevndin í felag bræv17 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í javnstøðumálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í valskipan, við tilmæli um at leggja fram løgtingsuppskot um broying í løgtingslóg um val til Føroya løgting. Mælt varð til tvinnanda broytingar. Hin fyrra var at staðfesta, at § 8 í løgtingslóg um javnstøðu er galdandi fyri uppstillingarlistarnar til løgtingsval, soleiðis at sama tal av hvørjum kyni skal vera á listanum. Hin seinra var at býta listaatkvøðurnar eftir kyni, soleiðis at býtið av løgtingssessum og varalimum verður javnari millum kynini við at javna tær atkvøður, sum hvørki eru persónliga avgreiddar fyri mannfólki ella konufólki 8. august 2007 sendi nevndin Vinnumálaráðnum bræv18 við fyrispurningi, um lógarheimild er fyri, at nevndin kann fáa inntøkur og stuðul frá øðrum stovnum, felagsskapum osfr. Vinnumálaráðið svarar í maili19, at tað ikki ber til at hava ikki beinleiðis inntøku. Munnliga varð lagt aftrat av Vinnumálaráðnum, at tað tó ber til at hava stuðlar 29. august 2007 sendi nevndin Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, bræv20 við áheitan um eykajáttan, herundir at fáa 40.000 kr. (til 8. mars-ráðstevnuna 2007) av játtanini frá 2006 aftur, sum fullu aftur í landskassan 10. september 2007 sendi nevndin saman við Javnstøðunevndini bræv21 til rættarnevndina við áheitan um at umhugsa uppskotini frá 20. desember 2006 í Sí fylgiskjal 10 Sí fylgiskjal 11 15 Sí fylgiskjal 12 16 Sí fylgiskjal 13 17 Sí fylgiskjal 14 18 Sí fylgiskjal 15 19 Sí fylgiskjal 16 20 Sí fylgiskjal 17 21 Sí fylgiskjal 18 14 viðgerðini av uppskoti um broyting í vallógini (tingmál 5/2007). Heitt varð eisini á rættarnevndina um at greiða tulkingarivan um uppgerð av parallellum listum eftir § 18 í vallógini. Fundir og annað samskifti við politisku myndugleikarnar - Summarið 2007 hevði nevndin fund við allar politisku flokkarnar (sí omanfyri) 29. august 2007 høvdu umboð fyri Demokratia fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í javnstøðumálum, um møguleikarnar at fáa eykajáttan í 200722. 1. oktober hevði nevndin fund við rættarnevndina viðv. brævinum frá 10. september 2007 (sí omanfyri) Fleiri nevndarlimir tóku lut í ráðstevnuni um javnvág millum familju- og arbeiðslív, sum Vinnumálaráðið skipaði fyri 21. september 2007 30. oktober 2007 hevði nevndin fund við vinnunevndina í sambandi við uppskot frá Tjóðveldinum um at Demokratia skal halda fram í 2008 við 500.000 kr. í játtan23. 1. november handaði nevndin Vinnumálaráðnum eitt fyribils álit.24 Úrslit Tað er torført at meta um úrslitið av nevndararbeiðinum. Men reaktiónirnar frá politisku flokkunum hava sum heild verið positivar: - fleiri flokkar hava meldað alment út, at teir ætla at syrgja fyri javnstøðu á uppstillingarlistunum fleiri flokkar hava praktiserað javnstøðu í uppstillingini í sambandi við fólkatingsvalið 13. november 2007 tveir flokkar hava meldað alment út, at teir í framtíðini ætla at tryggja javnstøðu í landsstýrinum fleiri flokkar eru byrjaðir at arbeiða við javnstøðustrategi innanfloks ein flokkur hevur lagt uppkot á ting um, at Demokratia skal halda fram við virksemi sínum í 2008. Uppskotið varð samtykt 20. november 2007. Eitt mátbært úrslit kann av góðum grundum tó ikki síggjast, fyrr enn løgtingsvalið hevur verið í januar 2008 og kommunuvalið í heyst 2008. Tó metir nevndin, at fólkatingsvalið 13. november 2007 kann síggjast sum eitt parametur fyri hugburðsbroyting viðv. kvinnuumboðan í politikki, bæði hjá politisku flokkunum og hjá veljarunum – sjálvt um úrslitini ikki beinleiðis kunnu flytast yvir á eitt løgtingsval. Tað er heldur ikki lætt at meta um, hvussu umfatandi ávirkanin av Føroyum sum eitt valdømi fer at hava á valúrslitið hjá teimum kvinnuligu valevnunum. Sambært altjóða gransking tykist møguleikin tó at vera øktur við einum valdømi25 . Í fyrsta lagi hava fleiri flokkar alment meldað út, at teir í framtíðini ætla at hava javnstøðu á uppstillingarlistunum. Tríggir flokkar høvdu javnstøðu á uppstillingarlistunum til fólkatingsvalið 13. november 2007. 22 Bj. Djurholm játtaði at senda løgtinginum umbøn um eykajáttan, og Føroya landsstýri søkti síðan løgtingið um 50.000 kr. í eykajáttan til Demokratia. Umbønin fall burtur, tá val varð útskrivað í desember 2007 23 Sí fylgiskjal 19 24 Sí fylgiskjal 20 25 Sí t.d. www.idea.int ella www.demokratia.fo Í øðrum lagi var uppstillingin av kvinnum til fólkatingsvalið 13. november methøg. 34 av 94 valevnum vóru kvinnur, svarandi til 36,2%. Til samanberingar taldu uppstillaðu kvinnurnar til fólkatingsvalið 2005 21,7%. Í triðja lagi fingu kvinnurnar fleiri atkvøður enn nakantíð áður. Kvinnurnar fingu tilsamans 21,8% av atkvøðunum móti 16,6 % á fólkatingsvalinum 2005. Stórur munur var á ymsu flokkunum: Kvinnupartur av atkvøðunum: Fólkafl. Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjálvstýrisfl. Tjóðveldi Miðfl. 16,9 % 10,8 % 36,4 % 19,6 % 28,6 % 9,8 % Í fjórða lagi vísa valúrslitini frá fólkatingsvalinum, at hevði talan verið um eitt løgtingsval, hevði kvinnuumboðanin hækkað úr teimum núverandi trimum upp í sjey, tvs. ein framgongd upp á 133%. Sum nevnt kunnu fólkatingsvalúrslit sjálvandi ikki flytast beinleiðis yvir á løgtingsvalúrslit; men nevndin metir kortini, at hesi tøl benda á, at broytingar eru á veg. Haraftrat metir nevndin seg eisini síggja úrslit av minni mátbærum slag – men fyri tað ikki minni umráðandi. Tiltøkini, sum Demokratia hevur skipað fyri, hava verið væl vitjað og skapað lívligt kjak. Fjølmiðlarnir hava víst Demokratia nógvan ans, og fólk uttan fyri Demokratia hava bæði í greinum, lesarabrøvum, kjaksendingum osfr. tikið spurningin um lágu kvinnuumboðanina í politikki upp. Á arbeiðsplássum, í heimum osfr. verður kjakast dúgliga um evnið. Tað koma eisini javnan teldupostar o.a. frá fólki, sum sjálvboðin vísa nevndini áhuga og stuðul. - Alt hetta í ein mun, sum hevði verið óhugsandi fyri bara 2-3 árum síðan. Sostatt hevur Demokratia megnað at seta fokus á og ítaluseta ein problematikk, sum í nógv ár hevur verið tagdur burtur. Nevndin heldur seg eisini síggja ábendingar um, at tann láturliggering og kveistran til viks, sum hesin problematikkur ofta møtir, spakuliga er vent ella er um at venda til ein meira seriøsan áhuga. Eftirmeting av nevndararbeiðinum Fíggjarligu umstøðurnar hjá Demokratia hava verið trongar. Játtanin í 2006 var 150.000 kr. Av hesum fullu uml. 40.000 kr. aftur í landskassan26. Sostatt var veruliga peninganýtslan í 2006 bara 110.000 kr. Játtanin fyri 2007 var 325.000 kr. Haraftrat hevur nevndin fingið nógvan stuðul frá ymiskum sponsorum kring alt landið. Uttan sponsorstuðul hevði tað verið ómøguligt at gjøgnumført t.d. lýsingakampagnuna, sum er fingin í lag í samstarvi við reklamuvirki. Lýsingakampagnan var tó nógv skerd í mun til, hvat nevndin hevði ætlað. Lýsingar í almennu fjølmiðlunum SvF og KvF var eingin fíggjarorka til. Tað hevur tarnað arbeiðinum nógv, at so nógv orka hevur verið brúkt til at finna sponsorar. Eisini hevur tað verið krevjandi at skula arbeiða bæði teoretiskt og praktiskt og við so stuttum tíðarbili. Allir nevndarlimir hava annað starv at røkja fyrst og fremst, og nevndarfundirnir hava tí altíð verið hildnir eftir arbeiðstíð. Aðrir fundir hava verið hildnir ymiskar tíðir á degnum, og tiltøkini kring landið og í Tórshavn 26 Hesar 40.000 var parturin hjá Demokratia í 8. mars tiltakinum saman við P/f Sansir. So mikið rumbul stóðst av hesum pengunum, at P/f Sansir valdi at flyta teir aftur í 2007. Men Demokratia fekk einki burtur úr afturflytingini, tí pengarnir hoyrdu til fíggjarárið 2006. hava eisini verið hildin um kvøldarnar og verið tíðar- og arbeiðskrevjandi at gjøgnumføra. Samstarvið við Vinnumálaráðið hevur verið millum lítið og einki. Her skal tó nevnast, at Demokratia sjálv ikki hevur gjørt nógv fyri at bøta um hetta. Men eitt meira skipað og virkið samstarv og samskifti við Vinnumálaráðið hevði verið ynskiligt og natúrligt. T.d. regluligir fundir við kunning um mannagongdir, statusuppgerð, planlegging o.t. Framtíðarmeting Ætlanin hevur frá byrjan verið, at nevndin skuldi niðurleggjast við árslok 2007. Tískil hevur nevndin ongar fyrireikingar gjørt til 2008. Men nevndin metir ikki, tað er realistiskt at kunna fremja arbeiðssetningin innan fyri bara 1½ ár. Fyrsta stigið á leiðini – at seta fokus og skapa kjak – er rokkið, men hetta er júst bara tað fyrsta stigið. Tað tekur tíð at broyta hugburð og atburð. Heili fýra ár eru millum valini, og vandin fyri gloymsku er stórur, um arbeiðið hjá Demokratia ikki heldur fram í einum ella øðrum formi. Havandi í huga, at kommunuval verður á heysti 2008, er tað upplagt at leingja arbeiðið ið hvussu er fram til árslok 2008. Ikki minst tí kommunustýrini hava fleiri sessir enn løgtingið, og tað tí kann hugsast at kennast lættari at verða valdar her fyri kvinnur, sum hava hug at royna seg í politikki og kanska eru nýbyrjarar. Um arbeiðið hjá Demokratia heldur uppat um ársskiftið, so er sannlíkt, at partar av arbeiðinum higartil lítla og onga ávirkan fær á kommunustýrisvalið. Á vári/summari 2008 skulu Føroyar aftur til próvtøku hjá CEDAW. Lága kvinnuumboðanin í politikki var júst eitt av átalupunktunum á CEDAW-próvtøkuni í fjør, og tí kann tað tykjast sum eitt løgið signal at niðurleggja arbeiðið hjá Demokratia, tá tað er komið í hæddina - uttan at seta nakað annað í staðin. Kommissiónin fyri javnvág millum arbeiðs- og familjulív, sum Vinnumálaráðið hevur sett fyri stuttum, kann ikki roknast sum ein avloysari fyri Demokratia. Rekommandatiónin hjá Útnorðurráðnum frá 1999 mælti sum kunnugt eisini til, at nevndin skuldi sita í minst 5 ár við minst 500.000 kr. p.a., um nakað munagott skuldi spyrjast burturúr. Hesum tilmæli kann nevndin taka fult undir við. Tað tekur tíð hjá eini so breiðari nevnd at finna stevið, finna hugskot og føra tey út í lívið og finna sponsorar o.t., alt uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Og tað tekur tíð hjá samfelagnum, myndugleikum osfr. at reagera upp á úttrykkini hjá nevndini. Snøgt sagt tekur hugburðsbroyting nógva tíð. Men tey tyngstu tøkini eru ofta tey fyrstu. Royndir og eftirmetingar av farnum tiltøkum hava víst seg at føra til nýggj hugskot, og so hvørt sum Demokratia hevur gjørt meira og meira vart við seg og fingið heimasíðu, hava fleiri fólk uttanífrá vent sær til nevndina við hugskotum, tilboðum o.t. Men nevndin hevur hvørki tíð ella orku til at føra alt, hon kundi hugsað sær, út í lívið innan ársskiftið 2007/08. Hugskot/uppskot til arbeiðið í 2008 - - Fokus á kommunupolitikk og økini kring landið Fleiri økisfundir. Tá 2007 er av, hevur ein økisfundur verið í hvørjum øki (tó fleiri í Tórshavn). Ætlanin var at styrkja politiska áhugan hjá kvinnum í lokaløkjunum, ikki minst nú valdømini eru niðurløgd; men hetta gerst ikki við einum fundi. Fleiri Miðlahúsfundir (ella aðrastaðni í Tórshavn) við ymsum relevantum evnum á skránni - - - - Útlendskar fyrilestrahaldarar (ein ella fleiri). Fjølmiðlakanning av føroyskum fjølmiðlum. Tað er ein sannroynd, at fjølmiðlar um allan heim lýsa menn og kvinnur ymiskt bæði kvantitativt og kvalitativt. Ein slík kanning ella fleiri kundu verið áhugaverdar at gjørt í Føroyum. Dream Team. 16-17 kvinnur (svarandi til uml. helvtina av tinginum) úr øllum flokkum og eftir floksstødd verða útpeikaðar í eitt Dream Team. Í nakrar vikur (samanhangandi ella ikki) verða evni frá tingarbeiðinum, sum hava breiðan áhuga, vald út til Dream Team at viðgera og atkvøða, júst sum í tinginum. Umrøðan og atkvøðugreiðslan – bæði frá tinginum og Dream Team – verða samanborin og almannakunngjørd. Hetta krevur tíð, orku og samstarv við fjølmiðlarnar. Vitja miðnámsskúlarnar fyri at fáa fatur á teimum ungu Taka samband við Mentamálaráðið o.o. um at fáa framleitt undirvísingartilfar og fáa javnstøðu sum ein integreraðan part av undirvísingini Samstarv við kommunufeløgini Fylgja arbeiðið hjá politisku flokkunum upp. Kanna, um teir arbeiða við javnstøðu, sum teir hava fráboðað, og ráðgeva í miðvísum javnstøðuarbeiði Temavika við evninum ”Kvinnur og politikkur” ella líknandi. Speaker’s Corner, tónleikur, upplegg o.a. Fleiri taluskeið/uppfylging av taluskeiðum Coaching o.t. fyri kvinnur, sum stilla upp til kommunuval 8. mars hald 2008, evt. saman við øðrum felagsskapum Mentorskipan/skeið (sjálvsmenning) Eftirmetingartiltak í sambandi við CEDAW-próvtøkuna aftaná sjálva próvtøkuna og/ella dómin frá CEDAW Heimasíðan. Ein regluliga dagførd og livandi heimasíða kann vera eitt gott amboð til at senda boðskapir út og somuleiðis eitt gott forum fyri dialog við umheimin. Tilmæli Politisku myndugleikarnir: - ganga á odda sum ein javnstøðufyrimynd fyri samfelagið sum heild - taka atlit til javnstøðu, tá landsstýrið verður skipað - taka atlit til javnstøðu, tá almennar nevndir, ráð o.t. verða vald - (mainstreaming)27. Áleggja øllum stovnum undir aðalráðunum at hugsa javnstøðu inn í øll mál og viðurskifti, í staðin fyri at parkera hugtakið í ein skuggakendan krók fyri seg sjálva. Seta fleiri pengar av til javnstøðu í politikki, seta starvsfólk í almennu fyrisitingini, sum kunnu arbeiða miðvíst við javnstøðu, samskipa javnstøðuarbeiði betur millum ymisku instansirnar - altjóða samstarv, t.d. IDEA (International Institute for Democracy and Electoral Assistance)28,29 og/ella UNDP (United Nations Development 27 Sí t.d. http://www.lige.dk/koensmainstreaming.asp og . http://www.loli.dk/fagpolitisk_arkiv/mainstreaming.aspx 28 IDEA (www.idea.int) er ein altjóða felagsskapur stovnaður í 1995, sum arbeiðir fyri at útbreiða og styrkja demokrati í heiminum. Øktur kvinnuleiklutur í politikki er ein sjálvsagdur lutur í arbeiðinum hjá IDEA. 24 lond eru limir, herímillum Danmark, Noreg, Svøríki og Finland. 29 Ein sympatisørur hjá Demokratia hevur spurt IDEA, um møguleiki er fyri at fáa vegleiðing/stuðul frá felagsskapinum til tess at økja um javnstøðuna í politikki í Føroyum, og – í játtandi føri - hvussu farast skal fram. Svarið frá IDEA (hjálagt sum fylgiskjal 21) frá oktober 2007 er, at felagsskapurin er sinnaður at samstarva, treytað av at fyrispurningurin verður settur frá almennari politiskaru síðu. Programme).30 Við størri altjóða samstarvi fáa vit betri atgong til ta vitan, hjálp og royndir, sum onnur lond hava. Politisku flokkarnir: - gera eina mátbæra javnstøðustrategi - byrja at rekruttera kvinnur í góðari tíð (ein háttur er at gera eina lýsing av starvinum sum politikari fyri at vísa, hvørjir førleikar kunnu vera hóskandi) - miðvís skúling av nýggjum valevnum Kommunurnar: - seta nevnd at arbeiða fyri at fáa størri javnstøðu til komandi kommunuval - orða javnstøðupolitikk, t.d. á starvsfólkaøkinum, í politisku skipanini osfr. Fjølmiðlarnir: - kringvarpsnevndin heitir á almennu fjølmiðlarnar um at gera sáttmála um javnstøðu, har teir binda seg til at hugsa javnstøðu inn í sendingar o.t. Ársfrágreiðing verður skrivað hvørt ár um, hvussu gongdin hevur verið. - regluligar lýsingakampagnur í almennu miðlunum, so sum Gevið gætur í SvF Undirvísing og gransking: - undirvísing í javnstøðu í fólka- og miðnámsskúlum. Landsmiðstøðin og Mentamálaráðið gera undirvísingar- og kunningartilfar um javnstøðu og áseting um, at undirvísingartilfar, ið verður framleitt, tekur atlit til javnstøðu - átøk í fólka- og miðnámsskúlunum, javnstøðutemavikur a la happing etc. - javnstøða verður integreraður partur av undirvísingini á Lærara- og pedagogskúlanum - Søgu- og samfelagsdeildin undirvísir í javnstøðu - gransking í javnstøðu, t.d. fær PhD-projekt um gransking í javnstøðu 1. prioritet næsta ár (Granskingarráðið) 30 UNDP (www.undp.org) er stovnur undir ST, sum arbeiðir fyri at fáa í lag samstarv millum lond og betra um liviumstøðurnar. Javnstøða millum kynini er ein sjálvsagdur partur. 166 lond eru knýtt at UNDP. Fylgiskjøl Fylgiskjal 1 Rekommandationer fra Rådets årsmøde 1999 Vestnordisk Råd har vedtaget følgende rekommandation med 11 stemmer. Ingen stemte imod, 1 afstod og 2 var fraværende. Vestnordisk Råd godkender den fremlagte rekommandation om at Rådet henstiller til Færøernes Landsstyre og Grønlands Landsstyre, at nedsætte et udvalg i deres respektive lande med repræsentanter fra alle politiske partier, ligestillingsudvalget/rådet og fra centrale kvindesagsorganisationer for at planlægge tværpolitiske tiltag til at øge kvinders andel i den politiske beslutningsproces. Redegørelse: Udfra statistik over kvinders deltagelse i politik bliver Norden ofte beskrevet som et paradis for kvinder i denne henseende. Desværre adskiller Vestnorden sig fra resten af Norden på dette område. Kvinders deltagelse i den politiske beslutningsproces i Vestnorden har været meget lav i gennem tiderne, både inden for kommunalbestyrelser og i parlamenterne. På Færøerne er kvinders andel i Lagtinget kun 12% og i Grønland er kvinders andel i Landstinget kun 14%. I Island var kvindernes andel i Altinget kun 25% i perioden 1995-1999. Ved Altingsvalget i maj 1999 blev der valgt 35% kvinder ind på Altinget. Dette kan i høj grad 6666, at der blev nedsat et udvalg i Island med det formål at planlægge tværpolitiske foranstaltninger for at øge kvinders andel i politik. Udvalget startede en reklamekampange, gik i gang med oplysningsarbejde og udgivelse af publikationer for at bidrage til en forøgelse af kvinders andel i Altinget. Efter Altingsvalget i 1999 er kvinders andel i Altinget derfor på højde med hvad der er tilfældet i de skandinaviske parlamenter. Vestnordisk Råd mener, at det, for at øge kvinders andel i den politiske beslutningsproces i Grønland og på Færøerne er vigtigt at der nedsættes udvalg i landene for at planlægge tværpolitiske tiltag i ovennævnt sammenhæng, ligesom man gjorde i Island. Udvalgene skal have en arbejdsperiode på mindst fem år, påbegynde arbejdet med det samme, og der kan ansættes en projektleder. Udvalget får en halv million kroner om året til projektarbejdet, og skal beskæftige sig med uddannelse, reklamefremstød og udgavevirksomhed. Brjánsstaðir, den 12. august 1999 sign. Jógvan Durhuus, formand Páll S. Brynjarsson, rådssekretær Fylgiskjal 2 Bergtóra Hanusardóttir: Føroyar: afturúrsiglt manssamfelag - ella eitt valdømi? Ymisk sjónarmið hava verið frammi í orðaskiftinum, nú Føroyar sum eitt valdømi er komið so álvarsliga á breddan, at tað ikki longur bara kann skúgvast til viks. Summi gleðast um møguleikan fyri einum komandi frílyntari og samstarvshugaðum fólki í Føroyum, meðan onnur eru farin at skjóta við skørpum og siga, at eingin broyting kann væntast til tað betra, heldur ikki viðvíkjandi kvinnuligari umboðan á tingi, meðan onnur rógva upp undir, at skipanin við lokalpatriotismuni átti at verðið styrkt heldur enn linkað. Henda nýggja royndin at gera Føroyar til eitt valdømi hevur glett meg almikið, ikki minst kvinnunar vegna. Eftir míni uppfatan kann hetta lógaruppskotið samanberast við javnstøðulógina, tá ið hon í 1994 endiliga og eftir mikið stríð í langsamiliga tíð var samtykt á tingi. Tí eins og javnstøðulógin gav okkum møguleika at lúka mismun vegna kyn burtur úr samfelagnum, so er eitt valdømi (ella 2-3 stór) fortreytin fyri, at kvinnur kunnu vinna sær betri umboðan og eftir rímiliga stuttari tíð eisini javnstøðu á tí politiska pallinum. Aðrir møguleikar eru, eitt nú at stillað verður upp í nummarrøð og at ivamál um kvinnulistar inni í flokkum verða beind av vegnum, men eitt valdømi er tað amboðið, sum eftir mínari meining virðiligast kann fáa hesa broytingina í lag. Kvotaskipanir vilja fólk flest ikki hoyra talan um, og við Útoyggjafelagnum so væl áleiðis í arbeiðnum at savna tann veruliga misrøkta útjaðaran meti eg, at eisini tey kunnu fáa nyttu burtur úr einum felags valdømi, serliga tá ið hugsað verður um, at tann kommunali myndugleikin longu er munandi styrktur og ætlandi verður enn meiri sjálvstøðugur ta komandi tíðina. Gaman í verða Føroyar hvørki bygdar ella broyttar eftir einum valskeiði, men eitt valdømi hevur tann fyrimunin fram um verandi skipan, at kvinnulig valevni í vanligari kapping umsíðir fáa møguleika at vinna sær ta umboðan, sum atkvøðurnar tey seinastu mongu árini hava ynskt teimum. Sum stabbatilfarið niðanfyri vísir, so hevur tað avgerandi týdning fyri kvinnuumboðanina í øllum sløgum av demokratiskt stýrdum londum, • at valskipanin er av tí lutfalsliga slagnum, • at fleiri umboð vera vald fyri hvønn flokk í hvørjum valdømi sær, og tí eisini • at valdømini í Føroyum verða so stór sum gjørligt. Í gáloysni ella tilvitað, í øllum førum er skipað soleiðis fyri, at tann patriarkalski samfelagsbygnaðurin í Føroyum er umskapaður til eitt nútíðar manssamfelag, og tað er hesin arvur sum ger, at forðingin í verandi valskipan er so óyvirkomilig hjá kvinnum. Men hví ikki broyta hesa lemjandi skipan og harvið lata hugburðsbroytingina koma til sín rætt á tingi eins og hon so smátt er farin at gera aðra staðni í samfelagnum? Hjá mongum eru Føroyar helst lítið øðrvísi enn útoyggjar í mun til eitt nú Keypmannahavn, og tað ber rímiliga væl til at pakka kuffertini og flúgva av stað hiðani, eitt sum eisini tann ítøkiligi kvinnumangulin ber boð um. Hvussu hevði tað verið at gjørt okkum tað liviligari her, sum vit hoyra til og helst vilja búgva? At farið eitt sindur betur við bæði kvinnum, útjaðara og teimum, sum annars eru forsømd í øllum sementrokinum og peninga- og tilfeingisspekulatiónini hesi seinastu nógvu árini? Vit fáa ikki gjørt alt í senn, men vit sleppa ikki undan, at her - í útoyggjalandinum Føroyum - hevur hvørt menniskja og hvør krókur avgerandi týdning fyri heildina, og tað mugu fólk eisini merkja, skulu tey trívast og velja at búsetast her, verði tað seg í bygd ella bý. Við at lesa hesar gomlu men framvegis aktuellu stabbamyndirnar sæst, at tað er ikki einki í hesum, sum ført er fram. Tær útlendsku talvurnar stava frá eini drúgvari grein hjá Wilmu Rule, professara í stjórnmálafrøði við Universitetið í Nevada: Twenty-three Democracies and Women´s Parlamentary Representation frá 1984, og tølini aftan fyri tær heimligaru talvurnar síggjast á heimasíðuni hjá Kvinnufelagnum, www.kvinnufelag.fo , Kvinnutíðindi 1989. 1. mynd Prosent av kvinnum í 23 vesturlendskum parlamentum í 1982 Umframt sjálvar valskipanirnar og kvinnuumboðanina á tingi í hesum 23 londunum, sum øll vóru demokratiskt skipað, kannaði Wilma Rule ymsar faktorar, sum hon helt kundu gjørt mun viðvíkjandi kvinnuligum valbæri, eitt nú: • hvussu nógvar kvinnur vóru fíggjarliga aktivar • hvussu nógvar høvdu hægri útbúgvingar • hvussu nógvir katolikkar vóru • hvussu nógvir høgravendir politikkarar • og hvussu stórt arbeiðsloysi var í teimum einstøku londunum Av øllum faktorunum vóru tað einans valskipanirnar, ið gjørdu veruligan mun, og tað vísti seg, at tær lutfalsligu valskipanirnar við fleiri tinglimum valdum í hvørjum valdømi sær høvdu størri umboðan av kvinnum enn tær ikki-lutfalsligu, har bara ein limur verður valdur í hvørjum valdømi. 2. mynd Lutfalslig umboðan, tvs fleiri tinglimir valdir í hvørjum valdømi / í hvørjum flokki Hesi 14 londini av teimum 23 høvdu lutfalsliga valskipan. Av teimum vóru Norðurlond best fyri og síðani tey sunnaru londini í Europa. 3. mynd Ikki-lutfalslig umboðan: bert ein tinglimur valdur í hvørjum øki / hvørjum flokki Í tí niðasta endanum lógu stór og framkomin lond sum Frakland, Kanada, USA, Stóra Bretland og Australia, ið øll brúktu ikki-lutfalsliga umboðan og høvdu millum onga og heilt fáar kvinnur í sínum lóggávutingum. Men hví var skilið so út av lagi ringt hjá teimum, har kvinnurørslan annars var bæði gomul og sterk? Hví líktust tey Føroyum, og hví líktust Føroyar og Ísland ikki hinum norðurlondunum? Rímiligt svar fáa vit við at hyggja nærri at prosentpartinum hjá teimum norðurlendsku tingkvinnunum tey árini og síðani okkara egnu. 4. mynd Kvinnuumboðanin sum % partur í teimum norðurlendsku tingunum, 1980 / 1984 35 30 25 20 1980 15 1984 10 Finnland Svøríki Danmark Ísland Grønland Áland Føroyar 0 Noreg 5 N F S D Í G Á F > 3% 1940 1900 1935 1918 1923 1959 ? 1978 Frá 1982-84 høvdu nøkur lóggávuting ment seg, tó serliga í Íslandi, sum nú hevði fingið sín Kvennalista til altingsvalið og harvið eina kvinnuumboðan, ið var farin frá 5 heilt upp í 15 %, meðan Føroyar stóðu í stað aftan fyri bæði Grønland og Áland. 5. mynd Kvinnuumboðanin sum % partur í teimum norðurlendsku kommunustýrunum, 1980-84 /1984 35 30 25 20 10 Ísland Grønland Áland N F S D Í G Á > 5% 1947 1945 1945 1960 1975 1960 Føroyar Danmark 0 Svøríki 5 Finnland 1983-84 15 Noreg 1979-80 F ? 1980 Í kommunustýrunum er Áland tó á hædd við hini skandinavisku londini, og Grønland sæst fylgjast framá saman við Íslandi, meðan Føroyar enn eru aftast og sum blástar fyri kvinnur. 6. mynd Lutur kvinnunar í løgtingsvalunum 1974 til 1988 16 14 12 10 Uppstilla_ar kvinnur 8 6 4 2 atkvø_ur til kvinnur Valdar kvinnur 1988 1984 1980 1978 1974 0 Hyggja vit at umstøðunum í Føroyum í árunum 1974-88, so stilla støðugt fleiri kvinnur upp til løgtingsvalini. Atkvøðurnar samsvara tó ikki við uppstillingina, og tað sum verri er, kvinnurnar verða heldur ikki valdar sambært sínum egnu atkvøðum. Fylgja vit niðurstøðuni hjá Wilmu Rule og teirri vitan, vit hava um tað føroyska manssamfelagið, so er tað bara í Suðurstreymoyar og Norðuroya valdømi við hvør sínum stórplássi og fleiri valevnum enn stórum bygdum at teir stóru flokkarnir hava møguleika at fáa meiri enn eitt fólk valt – og harvið eina kvinnu -, meðan øll hini valdømini hava umleið líka nógvar javnstórar bygdir sum tað eru fólk á listunum, og tískil eisini kunnu hugsast at hava nógv minni hug at lata kvinnum pláss ella møguleika burtur av. 7. mynd Býráðsvalini í Havn 1968-1988 og við Kvinnulistanum 1980 & 1984 Talvurnar frá býráðsvalunum í Havn í tíðini 1968-88 vísa, at har var støðan einki mætari, hóast tað longu í 1956 hevði eydnast Kvinnufelagnum at fáa eitt umboð valt á einum kvinnulista, og at felagið síðani, sum henda myndin vísir, royndi tað sama aftur bæði í 1980 og 1984 uttan tó at fáa pláss í býráðnum, men kortini við tí ávirkan, sum hóttanin frá enn einum kvinnulista í 1988 tykist hava havt á flokkarnar. 8. mynd Bygdaráðsvalini 1988, øll valdømini saman við kvinnulistunum Aftan á tað minniligu ferðina hjá føroyskum kvinnum við Smyrli yviri í Oslo á tí norðurlendsku kvinnuráðstevnuni Nordisk Forum 88 vóru kvinnulistar til bygdaráðsvalini um alt landi tað heystið. Hetta vísir greitt, at tað hvørki trýtur samfelagssinni ella vilji hjá kvinnum, tá ið tað snýr seg um at taka við ábyrgd og ávirkan í samfelagnum, og at forðingin er av øðrum slag. 9. mynd 100% 80% 60% Valdar kvinnur 40% 20% Su_uroy Sandoy Vágar Su_urstreymoy Nor_urstreym Eysturoy Nor_uroyggjar 0% Í tí samlaðu bygdaráðsmyndini fyltu kvinnurnar kortini lítið, og høvdu eingir kvinnulistar verið, so høvdu kvinnurnar í Eysturoynni, Norðurstreymoy, Vágum og Suðuroynni verið líka so ósjónligar sum í Norðuroyggjum og Sandoynni, meðan kvinnuumboðanin í Suðurstreymoy, har eingin kvinnulisti var ta ferðina, als ikki hevði ment seg í mun til restina av landinum síðani seinasta val. Samanumtikið kann sigast, at meðan heimurin annars í stóran mun er farin at royna valskipanir, sum tryggja kvinnum javnbjóðis umboðan, so halda vit framvegis fast við eina valskipan, sum heldur helminginum av okkara fólki burtur frá valdi og ávirkan. Í grein síni staðfestir Wilma Rule, at kvinnur í londum við lutfalsligum valskipanum væntandi kunnu stríða seg til javnstøðu á tingi innan fyri rímiliga tíð, kanska eitt ættarlið, meðan kvinnur í londum við ikki-lutfalsligum valskipanum ikki kunnu vænta munandi broytingar uttan stríð og strev í kanska hundrað ár afturat! Og tað er júst tað vit síggja í Føroyum. Alt vanligt arbeiði at upplýsa, tosa, gera plakatir, kempa og skriva hevur mest havt smávegis framburð við sær, og heldur ikki tey óvanligaru tiltøkini, so sum kvinnulistar og aðrar snildir hava higartil muna eftir ætl, hóast tað týðiliga sæst, hvussu effektivur ein kvinnuflokkur kundi verið, í fyrsta umfari sum jarnbrot, júst so sum føroyskar kvinnur í Keypmannahavn á sinni gjørdu fyri at sleppa upp í Føroyingafelag tann tíð tað var – í øðrum lagi at fingið staðfest tað, sum kvinnur høvdu raðfest, sluppu tær sjálvar at standa við róðrið. Tann demokratiska skipanin í Føroyum virkar ikki nóg væl. Valskipanin hóskar ikki til okkara búsetingarmynstur, okkara smáu eindir og okkara patriarkalsku mentan, og hon er stutt sagt ein kleppur aftrat um beinini á okkum. Um støðuna hesi seinastu árini kann sigast, • at í Norðurlondum er Svøríki tað landi, sum fyrst hevur rokkið málinum at fáa javnstøðu á tingi, men at Rwanda í 2003 við síni valskipan yvirhálaði Svøríki og nú er heimsins fremsta land á tí økinum, • at lutfalsligu londini longur suðuri í Evropa nú stríðast við at fáa kvinnuumboðanina tað avgerandi stigið upp á tey 36 prosentini, tær kalla Glastakið og helst uppum eisini, um tingkvinnur veruliga skulu vera hoyrdar og kunna seta sær sjónlig spor i tann førda politikkin, • at tey stóru londini við einmans valdømum framvegis liggja og stríðast við tøl sum líkjast okkara, Frakland og Bretland niðast, USA, Avstralia og Kanada nakað betri fyri, • at fátøk lond sum Bolivia, Mauritania, Palestina og fleiri afrikansk lond við kvotaskipanum eins og Rwanda hava fleirfaldað kvinnuumboðanina eftir stuttari tíð, • og at Grønland eftir tvey val við einum valdømi liggur beint í hølunum á Svøríki. Lukkast tað ikki at gera Føroyar til eitt valdømi nú ella at broyta lógina, so uppstillingin kann taka sær av hesari naggatódnini, so er spurningurin um ikki orkan hjá teimum sum stríðast fyri javnstøðu á tí politiska pallinum var betri brúkt til ein Kvinnuflokk. Hesa ferð hava vit Demokratia, sum stríðist fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Hugburðsbroyting skal til. Livst so spyrst. Fylgiskjal 3 UPPSKOT: viðv. broyting av løgtingsvallógini anno 2006 Uppskot, ið hevði sum endamál at tryggja eitt meira javnt býti av tingsessunum millum menn og kvinnur, kundi innihaldsliga verið á leið soleiðis: Verandi valdømi verða varðveitt. Nýggj vallóg eigur at tryggja, at bæði kyn verða stillað javnt í sambandi við uppstilling til løg-tingsval. Hetta kann t.d. tryggjast við at hava áseting í vallógini, ið sigur, at talið á monnum og kvinnum, ið stilla upp til løgtingsval, skal vera eins stórt ella á leið eins stórt t.v.s. (50/50) ella (40/60). Tað vil siga, at sama ella á leið sama tal av kvinnum og monnum skulu vera umboðað á vallistunum til løgtingsval. Reglur annars: § 24 3. stk. í Løgtingsvallógini verður broytt soleiðis: ...veljarin setur kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri tveimum av valevnunum á hesum sama lista, einum manni og einari kvinnu. Veljarin setur kross við tann av hesum báðum, hann velur sum fyrstvaldan og kross við tann av hesum báðum hann velur sum næstvaldan. Vallisti # Listin set X fyri fyrstvalda og X fyri næstvalda valevninum Anfinn Jacobsen fyrst vald/ur næst vald/ur Heidi Hansen fyrst vald/ur næst vald/ur Jóanes Petersen fyrst vald/ur næst vald/ur Lisbet Johannesen fyrst vald/ur næst vald/ur Hvør atkvøða fyri listanum telur 1 og skula hesar atkvøður lutast eins millum øll valevnini, sum fáa persónligar atkvøður, á avvarandi lista. Hvør atkvøða sum fyrstvald/ur telur 1,1, meðan hvør atkvøða sum næstvald/ur telur 1 DØMI: vallisti # NAVN Fyrst vald/ur/stig tilsamans Anfinn Jacobsen Næst vald/ur/stig Tilsamans atkvøður/stig Tilsamans 250 x 1,1= 275 30 x 1 = 30 305 Heidi Hansen 30 x 1,1= 33 240 x 1 = 240 273 Jóanes Petersen 30 x 1,1= 33 20 x 1 = 20 53 Lisbet Johannesen 10 x 1,1= 11 50 x 1 = 50 61 Hetta dømi vísir: at Anfinn Jacobsen hevði verði fyrstvaldur og Heidi Hansen hevði verði næstvald. Slík skipan hevði borgað fyri, at kvinnur fingu betri møguleika at verða valdar á Føroya Løgting. Uppskotið leggur upp til, at politisku flokkarnir skulu syrgja fyri at stilla upp bæði menn og kvinnur í sambandi við løgtingsval. Uppskotið leggur harumframt upp til, at veljararnir venja seg við at javntstilla menn og kvinnur tá umræður politiska umboðan og venja seg at velja bæði menn og kvinnur at sita fyri leiðslu landsins. Slík broyting av løgtingsvallógini hevði harumframt verið í trá við Løgtingslóg nr. 52 um javnstøðu millum kvinnur og menn frá 03.05.1994, har tað í 1. parti § 1. stk. 2 verður staðfest, at tað stríðir ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar. Í javnstøðulógini verður í § 1. stk. 2 viðv. endamáli lógarinnar sagt: § 1. Henda lóg hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn. Í Stk. 2. stendur: tað stríðir kortini ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar. (positiv diskriminatión) Eins treytir at stilla upp Politiskir flokkar skulu bera kostnaðin av valstríðnum og eigur ikki at vera loyvt einstaklingum at fíggja valstríð úr egnum lumma – hetta til frama fyri eitt breitt fólkaræði og soleiðis at øll valevni fáa møguleika at stilla upp til somu treytir. Verður slík broyting av løgtingsvallógini framd í verki, verður meiri javnstøða á tingi og vit fáa óivað eitt betri og meira fjølbroytt arbeiðslag í løgtinginum, har áhugamál og evni hjá bæði monnum og kvinnum fáa rúmd - hetta til gagns fyri alt Føroya fólk. Tórshavn, hin 29. oktober 2006 Ingrid S. Henriksen, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði Fylgiskjal 4 (Gallup-kanning, sí www.demokratia.fo ella pappírsform) Fylgiskjal 5 Tórshavn, 22. mars 2007 Til flokkarnar Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) fer við hesum at biðja um fund við -flokkin. Sum fundardag skjóta vit upp mikudagin 11. apríl ella týsdagin 17. apríl í fundarhøli floksins á Gamla Apoteki. Ætlanin er at tosa um kvinnuumboðanina í flokkinum. Vit kundu hugsað okkum at hitt 2-3 umboð fyri floksleiðsluna. Sum kunnugt hevur nógv skriving og tos verið í seinastuni um hetta evnið. Eitt av argumentunum, sum ofta hevur verið frammi, er, at arbeiðið fyri at fáa økt kvinnuleiklutin í politikki eigur at fara fram í flokkunum sjálvum. Hetta hugskotið metir Demokratia sum áhugavert og vert at tosa nærri um. At fáa staðfest núverandi kvinnuumboðan í flokkinum hevur hevur stóran týdning fyri arbeiðið frameftir. Nevndin heitir tí á flokkin um at svara uppá spurningarnar niðanfyri og senda okkum aftur skjótast gjørligt og helst áðrenn fundin í apríl. 1. Hvussu nógvir limir av hvørjum kyni eru í: (Set X) Menn Kvinnur Floksleiðsla Limafelagsnevnd Norðuroyggjar Limafelagsnevnd Eysturoy Limafelagslnevnd Norðurstreymoy Limafelagnevnd Suðurstreymoy Limafelagsnevnd Vágar Limafelagsnevnd Sandoy Limafelagsnevnd Suðuroyar Nevnd ungdómsfelag Starvsnevnd Limatal 2. Er javnstøða millum kynini á valskránni hjá flokkinum? 3. Ætlar flokkurin at gera nakað fyri at økja kvinnuumboðanina til komandi løgtings- og kommunuval? T.d. rekruttering, uppstillingarlistar, valstríð, marknaðarføring osfr. Kann flokkurin haraftrat svara, um hann er sinnaður at hitta okkum á fundi á Gamla Apoteki 11. ella 17. apríl. Klokkutíð kann flokkurin avgera sjálvur. Vinarliga Demokratia Soljóðandi skriv er sent til allar flokkar. Demokratia er sett saman av hesum limum: Eyðgunn Samuelsen, forkvinna (Javnaðarfl.) Annleyg Lamhauge, næstforkvinna (Sjálvstýrisfl.) Hjørdis H. Petersen (Miðfl.) Sólfríð Fjallsbak (Tjóðveldisfl.) Rósa Samuelsen (Sambandsfl.) Inga Dahl (Fólkafl.) Bergtóra Hanusardóttir (Kvinnufelagasamskipan Føroya) Kári á Rógvi (form. í Javnstøðunevndini) Eyðun Christiansen (Føroya Kommunufelag) Steinbjørn Jacobsen (Kommunusamskipan Føroya) Fylgiskjal 6 Demokratia V/ Eyðgunn Samuelsen Jørundsgøta 40 700 Klaksvík Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 100 Tórshavn Klaksvík tann 30 august 2007 Fyrispurningur viðv. Kringvarpinum og public service skylduni Demokratia, ið er ein nevnd vald av Føroya løgtingi, umboðar allar politiskar flokkar í Føroyum. Harumframt eru bæði kommunufeløgini, Javnstøðunevndin og Kvinnusamskipan Føroya eisini umboðað í Demokratiu. Millum annað verður sagt í arbeiðssetninginum hjá Demokratiu : “arbeiðið eigur at fevna um tiltøk ið gera fólk varug við týdningin av at fleiri kvinnur vera umboðaðar allastaðni har politiskar avgerðir verða tiknar.” Vit hava heitt á leiðsluna í Kringvarpinum at senda upplýsandi tilfar um hetta evnið eitt nú sendingar í ÚF sum t.d ferðslutátturin og í Sjónvarpinum undir sendingini “Gevi gætur” uttan at taka gjald fyri hetta. Grein § 10 kringvarpslógini sigur : ” Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.” Leiðslan í Kringvarpinum hevur boðað okkum frá, at teir ikki kunnu senda tilfar uttan at taka gjald fyri hetta. Okkara spurningur er, er nakað ið lógini ið forðar fyri at almenn upplýsing um væntandi kvinnuumboðan í politikki og teir trupuleikar ið hetta viðførir fyri okkara fólkaræðið, kundi fingið innivist í Kringvarp Føroya uttan at goldið verður fyri tað. Hevur Kringvarpi ikki skyldu til at upplýsa um fólkaræði v.m Vinarliga Eyðgunn Samuelsen, forkvinna Fylgiskjal 7 MENTAMÁLARÁÐIÐ Demokratia Dagfesting: 26. november 2007 W Eyðgunn Samuelsen Jørundargøta 40 700 Klaksvik Måltal: 70-51101/3/060328-/74 Viðv. fyrispurningi um public service skyldurnar hjá Kringvarpi Føroya Vísandi til hjálagda skriv frá Kringvarpi Føroya, dagfest 20. oktober 2007, vil Mentamálaráðið við hesum boða frá, at ráðið metir, at niðurstøðan i skrivinum svarar fyrispurningi tygara. Hava tygum spurningar i málinum, eru tygum vælkomin at venda tygum til Mentamálaráðið. Vinarliga Mentamálaráðið Mentamálaráðið umsitur undirvisingar-, granskingar-, menta- og kirkjumál H Mentamálaráðið • Hoyviksvegur 72 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn ® (+298) 35 50 50 • i& (+298) 35 50 55 • U mmr@mmr.fo • www.mmr.fo KRllNGV RP ARPIl J FØROYA tf ) F ØR o 36 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Mentam á laráðið Hoyviksv egi 72 Postboks 3279 110 Torshavn Tórshavn, 20. oktober 2007 Vidv. fyrispurningi frá Demokratia. Víst verður til skriv fra Mentamálaráðnum frá 14. september 2007 viðvíkjandi fyrispurningi frá Demokratia um public service skyldurnar hjá Kringvarpi Føroya. Víst verður somuleiðis til skriv fra Demokratia frá 30. august 2007 til Mentamálaráðið. Kringvarpið metir, at fyrispurningurin fra Demokratia byggir á eina misskiljing. Kringvarpið hevði tann 9. august fund við trý umboð fyri Demokratia. Umboðini greiddu fra, at Demokratia fyrireikaði eitt átak fyri at røkka arbeiðssetninginum hjá nevndini. I hesum sambandi varð spurt, um Demokratia kundi fáa ókeypis lýsingar í kringvarpinum ella lýsingar fyri serpris. Eisini varð spurt, um kringvarpið kundi átaka sær at skipa fyri sendingum, sum kunnu fremja arbeiðssetningin hjá nevndini. Til fyrra spurningin varð svarað, at kringvarpið hevur eina greiða prísskipan viðvíkjandi lýsingum, og at frávik ikki verða gjørt frá hesi skipan. Seinni hevur Demokratia i telduposti vent sær til kringvarpið við fyrispurningi um avsláttarskipan. Í hjálagda svari upp á henda teldupost verður prísskipanin útgreinað. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 37 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Til seinna spurningin varð svara at kringvarpið ikki kann vera partur i einum átaki, sum hevur til endamáls at fremja arbeiðssetningin hjá eini nevnd, áhugabolki ella líknandi. Grein 10 i kringvarpslógini kann ikki tulkast soleiðis, at KVF skal átaka sær at verða partur í kampagnum, sum hava til endamáls at fáa betri kvinnuumboðan í politikki, ella sum hava til endamáls at fremja málsetningarnar hjá teimum mongu felagsskapunum, sum virka fyri vælgerandi endamálum. KVF fær nógvar líknandi fyrispurningar, og øll fáa sama svar. Kringvarp Føroya Norflari Ringvegur Postboks 1299 FO-110 Torshavn Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01 kringvarp@kringvarp.fo www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 38 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 8 Tórshavn, dd.mm 2007 Evni: Fíggjarligur stuðul til Demokratia í sambandi við kampagnu Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) fer við hesum at biðja NN um fíggjarligan stuðul. Nevndin hevur í samstarvi við lýsingafyritøku lagt eina kampagnu til rættis, sum fer í gongd um miðjan september og ætlandi varir árið út. Kampagnan hevur sum mál at fáa fleiri kvinnur at stilla upp í politikki, og at fáa fleiri kvinnur valdar í løgtingið og kommunustýrini. Kampagnan er eitt heildarkonsept, sum m.a. inniheldur eina interaktiva heimasíðu, blað- og kringvarpslýsingar, fundir kring landið osfr. Lýsingar eru sum kunnugt útreiðslukrevjandi, og Demokratia hevur ógvuliga avmarkaða fíggjarliga orku. Nevndin fer tí við hesum at heita á tygum um at stuðla fíggjarliga, t.d. við at gjalda eina ella fleiri lýsingar, fult ella partvís, móti at fáa navn/logo áprentað. Við vón um vælvild. Vinarliga Demokratia www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 39 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Stutt um Demokratia: Føroya løgting samtykti í 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og føroyska landsstýri um at seta eina nevnd, sum skuldi leggja tiltøk til rættis fyri at bøta um kvinnuleiklutin í politikki. Tiltøkini skuldu vera útbúgving, lýsingaátøk og útgávuvirksemi. Nevndin – sum nú eitur Demokratia - varð vald fyri 2006-2007 og fór til verka í august 2006. Demokratia er sett saman av umboðum fyri allar politisku flokkarnar, kommunufeløgini, Javnstøðunevndina og Kvinnufelagasamskipan Føroya. Limirnir eru: Eyðgunn Samuelsen, forkv. (Javnaðarfl.) Sólfríð Fjallsbak (Tjóðveldisfl.) Hjørdis H. Petersen (Miðfl.) Eyðun Christiansen (Føroya Kommunufelag) Kári á Rógvi (Javnstøðunevndin) Hans J. Hermansen (Sjálvstýrisfl.) Rósa Samuelsen (Sambandsfl.) Inga Dahl (Fólkafl.) Steinbjørn Jacobsen (Kommunusamskipan Føroya) Bergtóra Hanusardóttir (Kvinnufelagasamskipan Føroya) www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 40 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 9 1. oktober 2007 Dear Bill Demokratia ynskir tær hjartaliga vælkomnum til Føroya. At tú tekur tær tíð til at koma til okkara pinkulítla, fjarskotna land, er eitt tekin um, at tað ómøguliga ofta vísir seg at vera møguligt, bara viljin, evnini og orkan eru til staðar. Hetta veitst tú betur enn tey flestu, tú sum hevur strevað teg upp til at vera forseti í USA. Men aftanfyri ein stóran mann stendur ofta ein stór kvinna, verður ofta sagt, og í tínum føri er eingin ivi um, at hetta er so. Vit fara við hesum at biðja teg heilsa konu tíni, Hillary, og siga, at vit fylgja við og veita henni okkara fulla stuðul í forsetavalstríðnum. Sama um tað fer at eydnast henni at gerast fyrsti kvinnuligi forseti í USA, er hon longu inspirator og fyrimynd fyri kvinnur um allan heimin. Tað eru kvinnur sum hon, sum minna okkum á, at tað eisini átti at verið møguligt at fingið fleiri føroyskar kvinnur at tikið lut í politikki. Sjálvt um kvinnuumboðanin í Føroyum bara er 9% í parlamentinum, 0% í landsstýrinum og 23% í kommunustýrunum, trúgva vit uppá, at tað ber til at venda gongdini. Tað hevði verið eitt stórt upplivilsi fyri okkum, um Hillary kundi komið hendavegin at inspirera og lagt okkum lag á, hvussu vit skulu sleppa burtur úr ójavnstøðuni, sum herskar í okkara samfelag. Og kanska hevði tað ikki verið heilt ómøguligt? Vinarliga Demokratia www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 41 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 10 Vinnumálaráðið, Sethúsini Úti í Havn 100 Tórshavn Klaksvík, tann 24 august 2006 Evni: Játtan 2007 nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Á fundi í nevndini tann 10. august 2006 var samtykt, vísandi til tilmæli frá Útnorðurráðnum (Vestnordisk Råd. Rekommandation nr. 1/9 frá 1999), at heita á vinnumálaráðið um at útvega nevndini kr. 500.000,- í játtan fyri 2007. Í samtykta uppskotinum frá løgtinginum verður sagt um virksemið hjá nevndini: ” Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politisku avgerðirnar vera tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari”. Nevndin arbeiðir í løtuni við eini ársætlan fyri virksemið í 2007. Virksemið fer eftir ætlan m.a. at fevna um: 1) skeiðvirksemi fyri kvinnur, sum eru í ella ætla sær upp í politikk 2) innbjóðing av útlendskum fyrilestrahaldarum 3) lýsingarátøk og kunningartilfar www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 42 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Tað púra greitt, at við eini játtan á hædd við 2006 er ongin møguleiki skipa fyri omanfyrinevndu tiltøkum og ymiskum øðrum, vit kundu hugsað okkum at gjørt. Vert er eisini at hava í huga, at bæði løgtings- og kommunuval verða í 2008, og tí er tað av stórum týdningi, at nevndin hevur eina játtan, ið ger tað møguligt at hava eitt ávíst virksemi í 2007. Vegna nevndina Eyðgunn Samuelsen, formaður. Fylgiskjal 11 Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Innlendismálaráðið Postboks 159 110 Tórshavn Tórshavn, 24. september 2006 Góði Jacob Vestergaard Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki er nú farin til verka. Tað er sum kunnugt ein sannroynd, at kvinnuumboðanin á Føroya løgtingi er ógvuliga lág, og sæð yvir seinastu ártíggjuni tykist eingin bati at hava verið. Ímeðan eru hini Norðurlondini farin langt fram um okkum á hesum økinum. Orsøkirnar eru óivað fleiri og kompleksar, og tískil finst neyvan heldur nøkur einføld loysn. Traditión, gamlir vanar, patriarkalsk mentan osfr. er sum kunnugt trupult og drúgvt at broyta. Lættari er at byrja við tí meira konkreta. Eitt konkret mál, sum nevndin hevur viðgjørt, er núverandi løgtingsvallóg sæð úr einum kvinnuumboðandi perspektivi. Nevndin metir, at tað er týdningarmikið, at landsmyndugleikarnir: 1) definera vantandi kvinnuumboðanina sum ein demokratiskan trupulleika 2) seta sær sum mál at loysa trupulleikan www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 43 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Innlendismálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða vallógina og kanna, hvussu hon kann gerast rættvísari í ymiskum viðurskiftum, t.d. viðv. floks- og geografiskum býti. Einki er nevnt í arbeiðssetninginum um rættvísari býti millum kynini. Kvinnufelagið sendi tygum bræv 22. mai í ár við uppskoti um at gera Føroyar til eitt valdømi til tess at tryggja eitt rættvísari býti millum kvinnur og menn. Eisini varð kvoteringsskipan í løgtinginum nevnd í brævinum frá Kvinnufelagnum. Nógvar og ymiskar meiningar kunnu vera um, í hvønn mun núverandi vallóg virkar forðandi fyri kvinnur, og um ein kvoteringsskipan ella ein umlegging av valdømunum í eina ella færri og størri eindir hevði verið gagnligt fyri kvinnulig valevni samstundis uttan at verið til órímiliga stóran ampa fyri onnur viðurskifti, t.d. útjaðararnar. Undirritaða nevnd hevur onga greiða og savnaða áskoðan á, hvør av hesum møguleikum er frægast og samstundis realistiskur at gjøgnumføra. Kanska eru uppaftur onnur alternativ fyri broytingum í vallógini, sum kundu gjørt gagn viðv. spurninginum um kvinnuumboðan. Vit vita tað ikki, so leingi tað ikki er kannað. Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki heitir tískil við hesum á tygum um at víðka arbeiðssetningin hjá áðurnevnda arbeiðsbólki til eisini at umfevna, hvussu eitt rættvísari býti millum kynini á Føroya løgtingi kann tryggjast. Ein tílík kanning kundi hugsast at kunnað varpað nýtt ljós á nýggjar leiðir, ið kunnu vera breitt samfelagsgagnligar. Við vón um positiva viðgerð. Vegna Nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki Eyðgunn Samuelsen, formaður www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 44 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 12 TÍÐINDASKRIV KVINNUR Á TING 5. oktober 2006 Evni: Javnstøðunevndin vil hava kvinnur á ting Javnstøðunevndin og nevndin, ið virkar fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, mæla til sum skjótast at fáa javnstøðu á tingi í ávíst tíðarskeið. Tey mannfólk, ið sita á tingi, fáa alla umrøðuna og allar møguleikarnar at vísa sínar dygdir, tessvegna er ójavnstøðan á tingi sjálvforstyrkjandi, og tí eiga vit at byrja eina góða kringrás við kvinnum á tingi. Bert tríggjar kvinnur eru valdur inn á ting, svarandi til færri enn 10 % og tískil ein tann slakasta kvinnuumboðanin í heiminum. Men tingskipanin loyvir tingfólki at lova varaumboðum sínum framat. Níggju kvinnur hava tikið sæti sum varafólk á tingi higartil hetta valskeiðið. Umframt hesar níggju kvinnurnar eru seks aðrar, ið antin eru ovast ella næstovast á varafólkalistanum. Javnstøðunevndin, ið virkar saman við nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, heldur, at vit áttu at roynt at fingið javnstøðu í lag á tingi í t.d tvær ella fýra vikur, so Føroya fólk sær, at tað ber til hjá kvinnum at umboða veljaran á tingi og gera seg galdandi í øllum málum. Við teirri umrøðu, ið stendst av at hava veruliga javnstøðu í www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 45 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn nakrar tingvikur, áttu allir politiskir flokkar saman við limum og valevnum sínum at megna at brúkt uppstillingina til løgtingsvalið komandi at fáa størri og sjónligari kvinnuliga uppstilling – og síðani hækka nevnda lutfall frá sløkum 10 % nærri teimum 50 % av tingsessunum. Føroya løgting er fyrimynd hjá øllum Føroya fólki, og tí er sera umráðandi, at javnstøða byrjar á tingi, ovast í politisku og fyrisitingarligu skipanini. Vinarliga Kári á Rógvi formaður í javnstøðunevndini Eyðgunn Samuelsen forkvinna í nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki (Niðanfyri er nærri greitt frá tí tøkniliga.) www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 46 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Javnstøða kann fáast á tingi við at brúka § 63, stk. 1 í tingskipanini. Niðanfyri nevndu flokkar boða samstundis frá, at løgtingsmaður ella fastur varalimur tekur seg úr sæti í avrátt tíðarskeið. Teir flokkar, ið lættliga kunnu gera hetta eru: Fólkaflokkurin í Vágum (annar varalimur), Sambandsflokkurin í Vágum (triðji varalimur, ið hevur verið inni á tingi), Fólkaflokkurin í Suðurstreymi (fyrsti varalimur), Javnaðarflokkurin í Suðurstreymi tvey umboð (fyrsti og annar varalimur), Tjóðveldisflokkurin í Suðurstreymi (triðji varalimur, ið hevur verið inni á tingi), Miðflokkurin (triðji varalimur, ið hevur verið inni á tingi), Javnaðarflokkurin í Suðuroy (annar varalimur), Tjóðveldisflokkurin í Suðuroy (fyrsti varalimur), Tjóðveldisflokkurin í Sandoy (fyrsti varalimur), Fólkaflokkurin í Norðoyum (annar varalimur), Javnaðarflokkurin í Norðoyum (fyrsti varalimur), Tjóðveldisflokkurin í Norðoyum (annar varalimur), Miðflokkurin í Eysturoy (annar varalimur). Hetta gevur afturat teimum trimum føstu kvinnunum á tingi 17 kvinnur, so sjálvt um onkrari berst frá, skuldi borið til at fingið støðuna 16-16 á Føroya løgtingi í tvær vikur. Á tann hátt kundu politisku flokkarnir víst, at javnstøða ber til og givið veljarum eins væl og valevnum íblástur til næsta val. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 47 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 13 Fíggjarnevndin Tinghúsvegur 100 Tórshavn Klaksvík, 10.november 2006 Evni: Játtanin til Nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki 2007 Góðu tit, Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki fegnast um, at játtanin sambært fíggjarlógaruppskotinum 2007 er økt til 250.000 kr. móti 150.000 kr. í 2006. Samstundis loyvir Nevndin sær við hesum tó at minna á, at hon bað um 500.000 kr. í brævi frá 24. august í ár. Sostatt ljóðar upphædd fíggjaruppskotsins á bara helvtina á tí, ið Nevndin metir vera í minsta lagi neyðugt, skal arbeiðssetningurin røkkast. Nevndin fer við hesum tískil at loyva sær at heita á Fíggjarnevnd Føroya Løgtings um kalla Nevndina inn til fundar og taka atlit til sjónarmið nevndarinnar í viðgerðini av løgtingsfíggjarlóg fyri 2007. Niðanfyri skal stutt verða greitt frá, hví Nevndin metir 500.000 kr. – og haraftrat ein projektleiðara- vera hóskandi og neyðugar: Arbeiðssetningurin hjá Nevndini ljóðar soleiðis: Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politisku avgerðirnar verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Átøk av omanfyri nevndum slagi, ikki minst lýsingarátøk, eru sum kunnugt kostnaðarmikil. Fyri at nevna eitt dømi, skipaði Nevndin fyri almennum fundi á Hotel Hafnia 4. november í ár. Nevndin hevði boðið Hólmfríður Sveinsdóttir, sum hevur verið virkin í eini íslendskari nevnd lík teirri føroysku Nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, at halda fyrilestur um virksemið og royndirnar í Íslandi. Roknskapurin er ikki uppgjørdur enn, men tað er greitt,at møguleiki verður ikki at skipa fyri serliga nógvum átøkum, áðrenn játtanin er brúkt. Sjálvt um útlendskir www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 48 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn fyrilestrahaldarar ikki eru neyðugir til hvørt átak, leypa útreiðslurnar upp m.a. vegna høgu lýsingaprísirnar. Harumframt skulu útreiðslur til fundar- og koyripengar og skrivaraløn leggjast aftrat. Omaná koma útreiðslur til t.d. undirvísing og útgávuvirksemi, sum nevnt í arbeiðssetninginum omanfyri. Áðurnevnda Hólmfríður Sveinsdóttir greiddi á fundinum frá, at Altingið í 1998 samtykti at seta eina tvørpolitiska nevnd við umboðum úr øllum flokkum at arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Nevndin sat í 5 ár – frá 1998-2003. Hesi 5 árini fekk nevndin eina upphædd svarandi til uml. 500.000 kr. um árið úr landskassanum. Harumframt varð ein projektleiðari settur 75% tíð. Íslendska nevndin skipaði fyri: - Gallup-kanning (fyri at kanna hugburðin millum fólk) Lýsingakampagnum (fyri at vekja áhuga og skapa kjak) Samstarvi við fjølmiðlarnar (sama) Skeiðvirksemi (fyri at styrkja kvinnur, sum ætlaðu at stilla upp) Útgávuvirksemi (fyri at upplýsa o.a.) O.ø. Henda strategi líkist henni, sum føroyska Nevndin ætlar at seta í verk. Men tað er tíðarog arbeiðskrevjandi at skipa fyri, umsita og hava yvirlit yvir so fjølbroyttari strategi. Júst tískil legði Hólmfríður dent á, at ein projektleiðari ikki kann verast fyri uttan. Havast skal eisini í huga her, at allir nevndarlimirnir og –skrivarin hava onnur størv at taka sær av í gerandisdegnum og bara hittast á fundunum. Sostatt er eingin, sum tekur sær av og fylgir nevndarvirkseminum upp dagliga. Við eini játtan á 250.000 kr. og ongum projektleiðara hevur Nevndin sostatt tvinnar kostir í at velja: antin noyðist hon at velja eitt slag av virksemi út og bara halda seg til hetta – ella at spjaða arbeiðið yvir fleiri sløg av virksemi. Báðar loysnir eru óhepnar: um Nevndin bara heldur seg til eitt slag av virksemi, verður trupult at fáa arbeiðið at hanga saman í eini heild, og um hon spjaðir seg yvir fleiri virksemisøki, verður lítið í part til hvørt øki. Nevndin fer við hesum eisini at minna á, at: - Tíðin er knøpp. Lítið meira enn eitt ár et til næsta løgtingsval, og tá er skeiðið hjá Nevndini eisini úti. Nevndin varð upprunaliga sett at virka í 2 ár (íslendska nevndin sat í 5 ár), men varð nógv seinkað. Sannlíkt er tískil, at játtanin fyri 2006 ikki fer at verða uppbrúkt, so Nevndin hevur ikki higartil verið og fer heldur ikki at vera órímiliga tyngjandi fyri landshúsarhaldið. - Motivatiónin og hugurin hjá Nevndini at gera eitt munagott arbeiði er nær tengt at møguleikunum at røkka einum góðum úrsliti. - Sum víst á í brævi frá 24. august 2006 mælir Útnorðurráðið (Vestnordisk Råd. Rekommandation nr. 1/9 frá 1999) til eina upphædd á 500.000 kr. til tess at www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 49 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn fremja endamál Nevndarinnar. Haraftrat mælir Útnorðurráðið til, at Nevndin arbeiðir í eitt 5 ára skeið, og at ein projektleiðari kann setast (Rekommandation hjáløgd). - Nú Føroyar hava verið til próvtøku í CEDAW-sáttmálanum hjá ST mismun ímóti kvinnum, hava vit fingið svart uppá hvítt, at javnstøðan í Føroyum er munandi verri fyri enn í londunum, vit vanliga samanbera okkum við. ST hevur í úrskurði sínum heitt á Føroyar um at bøta um viðurskiftini; og næsta døming verður í 2008. Tá ið føroysku myndugleikarnir valdu at skriva undir CEDAW-sáttmálan í 1987, var tað eyðvitað út áhuga fyri í javnstøðuarbeiði og fyri at samstarva við ST í hesum høpi. Skal hetta samstarv hava nakað uppá seg, noyðast myndugleikarnir tískil eisini at fyrihalda seg til metingarnar hjá ST. Nevndin heitir tískil á Fíggjarnevndina um at umhugsa játtanina einaferð enn. Skal javnstøðan í Føroyum og úrslitið til próvtøkuna í ST í 2008 – og samstundis okkara umdømi uttanlands - vera frægari, enn tað er, má politiski viljin fyrst og fremst vera til staðar. Vinarliga Vegna Nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki Eyðgunn Samuelsen, formaður. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 50 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 14 Vinnumálaráðið Tinganes 100 Tórshavn Innlendismálaráðið Tinganes 100 Tórshavn Tórshavn, 20. desember 2006 Evni: Broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting Góðu tit, Javnstøðunevndin og Demokratia (nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) hava í felag gjørt av at mæla landsstýrismonnunum, ið vara av málsøkjunum javnstøðu og valskipan at leggja fyri Føroya løgting uppskot um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting. Mælt verður til tvinnanda broytingar. Hin fyrra er at staðfesta, at § 8 í løgtingslóg um javnstøðu er galdandi fyri uppstillingarlistar til løgtingsval, soleiðis at umleið sama tal av hvørjum kyni skal vera á listanum, uttan so at undantaksloyvi fæst frá javnstøðunevndini. Hin seinna er at býta listaatkvøðurnar eftir kyni, soleiðis at býtið av løgtingssessum og varalimum verður javnari millum kynini við at javna tær atkvøður, ið hvørki eru persónliga greiddar fyri mannfólki ella konufólki. Skotið verður upp, at landsstýrismenninir leggja hesi uppskot fyri løgtingið vísandi til hjálagdu viðmerkingar og nærri frágreiðing. Vinarliga Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 51 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Broytingar í vallógini Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki og javnstøðunevndin mæla til at landsstýrismaðurin leggur fram soljóðandi tvinnanda uppskot til broyting í løgtingsvallógini. Til tess at tryggja, at annað uppskotið kann vinna frama, tó at hitt verður felt, verður mælt til at leggja bæði uppskotini fram; hesi kunnu kortini sambært tingskipanini verða viðgjørd undir einum. Uppskotini eru: • at býta listaatkvøður eftir kyni • at áseta javnstøðu á valevnislistum I. Listaatkvøður býttar eftir kyni. Galdandi ásetingar § 30. Endaliga uppgerðin av valinum í valdøminum verður gjørd av viðkomandi løgtingsvalnevnd í seinasta lagi vikudagin aftaná valið á tí staði, har valnevndarformaðurin býr. Stk. 2. Valnevndin ger nýggja teljing og meting av teimum á hvørjum einstøkum valstaði givnu atkvøðuseðlum eftir reglunum í § 28. Stk. 3. Síðan ger nevndin upp fyri hvørt valstað sær, hvussu nógvar persónligar atkvøður hvørt valevni hevur fingið. Uppgerðin verður gjørd fyri hvønn flokk sær eftir hesum reglum: a) Persónligar atkvøður: Hevur veljarin sett kross út fyri navninum á einum valevni og annars ikki givið seðlinum nakað eyðkenni, verður atkvøðan roknað sum givin fyri hesum valevni. Broyttar ásetingar § 30. Endaliga uppgerðin av valinum í valdøminum verður gjørd av viðkomandi løgtingsvalnevnd í seinasta lagi vikudagin aftaná valið á tí staði, har valnevndarformaðurin býr. Stk. 2. Valnevndin ger nýggja teljing og meting av teimum á hvørjum einstøkum valstaði givnu atkvøðuseðlum eftir reglunum í § 28. Stk. 3. Síðan ger nevndin upp fyri hvørt valstað sær, hvussu nógvar persónligar atkvøður hvørt valevni hevur fingið. Uppgerðin verður gjørd fyri hvønn flokk sær eftir hesum reglum: a) Persónligar atkvøður: Hevur veljarin sett kross út fyri navninum á einum valevni og annars ikki givið seðlinum nakað eyðkenni, verður atkvøðan roknað sum givin fyri hesum valevni. b) Listaatkvøður: Hevur veljarin sett b) Listaatkvøður: Hevur veljarin sett kross út fyri floksnavninum ella út kross út fyri floksnavninum ella út fyri nøvnunum á fleiri valevnum fyri nøvnunum á fleiri valevnum ella sett kross yvir allan floksteigin, ella sett kross yvir allan floksteigin, ella sett krossin á slíkan hátt, at tað ella sett krossin á slíkan hátt, at tað ikki við vissu sæst, hvørt av ikki við vissu sæst, hvørt av valevnum floksins veljarin hevur valevnum floksins veljarin hevur atkvøtt fyri, verður atkvøðan at atkvøtt fyri, verður atkvøðan at rokna sum listaatkvøða. rokna sum listaatkvøða. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 52 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn valevnum floksins veljarin hevur valevnum floksins veljarin hevur atkvøtt fyri, verður atkvøðan at atkvøtt fyri, verður atkvøðan at rokna sum listaatkvøða. rokna sum listaatkvøða. Stk. 4. Valnevndin kann ikki havna Stk. 4. Valnevndin ger síðani upp atkvøður, av tí at hesar falla á persónar, tillagaða persónliga atkvøðutalið. hvørs valbæri er ivasamt, men skulu Listaatkvøðurnar verða býttar eftir tílíkir spurningar um neyðugt avgerast av kyni; so at so nær sum gjørligt løgtinginum. Nevndin ger síðan ta annaðhvørt valevni eftir atkvøðutali endaligu uppgerðina yvir úrslitið av verður av hvørjum kyni. atkvøðugreiðsluni í valdøminum. Úrslitið Stk. 5. Valnevndin kann ikki havna verður innført í valbókina og kunngjørt atkvøður, av tí at hesar falla á persónar, fyri teim hjástøddu. hvørs valbæri er ivasamt, men skulu tílíkir spurningar um neyðugt avgerast av løgtinginum. Nevndin ger síðan ta endaligu uppgerðina yvir úrslitið av atkvøðugreiðsluni í valdøminum. Úrslitið verður innført í valbókina og kunngjørt fyri teim hjástøddu. § 31. Uppgerðin av valinum verður § 31. Uppgerðin av valinum verður gjørd soleiðis, at fyrst verður avgjørt, gjørd soleiðis, at fyrst verður avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2, 3 o.s.fr. til hvørt verður at býta við 1, 2, 3 o.s.fr. til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið av sessum, sum avvarðandi og talið av sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað í kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 1, næsthægsta sín lut, rætt til lim nr. 1, næsthægsta býtingartalið gevur tí lista, sum fær tað í býtingartalið gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 2 o.s.fr., til talið á sín lut, rætt til lim nr. 2 o.s.fr., til talið á umdømisvaldum limum, ið valdir skulu umdømisvaldum limum, ið valdir skulu verða, er býtt millum teir ymisku verða, er býtt millum teir ymisku valevnislistarnar. Standa býtingartølini á valevnislistarnar. Standa býtingartølini á jøvnum, skal lutakast fara fram. jøvnum, skal lutakast fara fram. Lutakastið verður tikið av formanni Lutakastið verður tikið av formanni valevndarinnar, meðan tey, ið hjástødd valevndarinnar, meðan tey, ið hjástødd eru, síggja. eru, síggja. Stk. 2. Av hvørjum einstøkum lista Stk. 2. Av hvørjum einstøkum lista verða teir valdu limirnir tiknir eftir verða teir valdu limirnir tiknir eftir persónliga atkvøðutali teirra. Standa tillagaða persónliga atkvøðutali teirra. atkvøður á jøvnum, ger lutakast av. Standa atkvøður á jøvnum, ger Stk. 3. Valnevndin gevur øllum teimum kynsbýtið, í øðrum lagi lutakast av. soleiðis valdu eitt valbræv. Stk. 3. Valnevndin gevur øllum teimum Stk. 4. Í seinasta lagi 2 dagar aftaná at soleiðis valdu eitt valbræv. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 53 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn nevndin hevur gjørt upp býtið av Stk. 4. Í seinasta lagi 2 dagar aftaná at limunum, skal valnevndarformaðurin nevndin hevur gjørt upp býtið av senda landsstýrinum eina váttaða útskrift limunum, skal valnevndarformaðurin av tí, sum ført er í valbókina um valið. senda landsstýrinum eina váttaða útskrift Stk. 5. Atkvøðutilfarið verður goymt av av tí, sum ført er í valbókina um valið. valnevndarformanninum í 1 ár aftaná Stk. 5. Atkvøðutilfarið verður goymt av valið og skal síðani forkomast. valnevndarformanninum í 1 ár aftaná valið og skal síðani forkomast. Formligt uppskot: Uppskot um broyting í løgtingslóg nr. 49 frá 20.juli 1978 um val til Føroya Løgting § 1. Gjørdar verða hesar broytingar: 1. Í § 30 verður stk.4 broytt til stk. 5, og verður sett inn soljóðandi nýtt stk. 4: “Stk. 4. Valnevndin ger síðani upp tillagaða persónliga atkvøðutalið. Listaatkvøðurnar verða býttar eftir kyni; so at so nær sum gjørligt annaðhvørt valevni eftir atkvøðutali verður av hvørjum kyni.” 2. Í § 31 verður stk. 2 orðað av nýggjum: “Stk. 2. Av hvørjum einstøkum lista verða teir valdu limirnir tiknir eftir tillagaða persónliga atkvøðutali teirra. Standa atkvøður á jøvnum, ger kynsbýtið, í øðrum lagi lutakast av.” § 2. Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerð. Almennar viðmerkingar Løgtingið samtykti 20. oktober 2005, at: “Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin setur eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Í nevndini verða: Eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Føroya kommunufelag, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varalimir verða valdir fyri allar limir.” Hetta var beinleiðis í samsvari við uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999, sum Løgtingið samtykti 18. november 1999. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur: www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 54 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn “Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er at seta eina nevnd, sum skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Landstinginum eru uml. 33% konufólk, í Altinginum eru uml. 30% konufólk, og í Fólkatinginum eru uml. 39% konufólk.” Kynbýtið á Føroya Løgtingi er út av lagi vánaligt – bert tríggjar kvinnur eru av 32 tingumboðum, svarandi til færri enn 10%. Hetta hóast kallmenn bert fingu 71,1 %, kvinnur 16,1 %, og 12.8% ikki atkvøddu fyri nøkrum kyni, uttan heldur fyri listanum. Samsvarandi viðmerkingini um, at “úrslit av hesum arbeiði skal verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum,” hevur hetta uppskotið til endmáls at býta listaatkvøðurnar eftir kyni, soleiðis at umboðanin á Føroya Løgtingi, bæði fasta umboðanin og umboðanin ígjøgnum varaumboð, verður javnari eftir kyni. Eftir eldri vallóg komu listaatkvøðurnar teimum valevnum til góðar, sum flokkarnir høvdu raðfest. Eftir galdandi vallóg fáa tey, ið atkvøða fyri listanum onga ávirkan á, hvør verður valdur, hóast tey hava latið tað upp til flokk sín at skipa umboðanina. Eftir hesum uppskoti verður tað aftur so, at listaatkvøðurnar verða býttar, nú eftir kyni. Teir veljarar, ið framvegis velja at atkvøða fyri listanum vita nú, at atkvøða teirra verður nýtt til at gera valið betur umboðandi. Teir veljarar, ið heldur vilja velja persón av ávísum kyni kunnu framvegis gera tað við at atkvøða persónliga. Serligar viðmerkingar Nýtt § 30, stk. 4 Eftir hesi ásetingini skulu listaatkvøðurnar býtast eftir kyni so langt tær røkka. Eru tvey fremstu valevnini eftir atkvøðutali av sama kyni, fær fremsta valevni av hinum kyninum so nógvar atkvøður burturav listaatkvøðutalinum, sum krevjast at gerast næstfremst. Soleiðis verðu hildið fram til ongar listaatkvøður eru eftir at býta ella ongin at taka ímóti, so raðfylgjan í atkvøðutali mest møguligt verður annaðhvørt kallur og kona, mannfólk og konufólk. Broytt § 31, stk. 2 Tá stendur á jøvnum skal fyrst takast eftir kyni so nevnda raðfylgja kemur í lag, bert í øðrum lagi skal lutakast vera. Dømi, uppgerð av valinum í Suðurstreymi 2004: Valið 2004, raðfylgja, listaatkvøður óbýttar Listi A B C Listin 280 490 348 Flestar - 574 - 645 - 412 D 57 - 211 E 234 - 1421 www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 H 112 - 407 55 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn - 450 - 551 - 380 - 77 - 527 - 336 - 398 - 341 - 50 - 197 - 152 - 185 - 308 - 33 - 197 Næstflestar Triðjflestar Fjórðflestar - 52 - 51 - 48 Vald vóru A:2 (umframt 1 fastan varalim fyri landsstýrismann) , B:2, C:2, D:0, E:3, H:1. Valið 2004, raðfylgja, listaatkvøðurnar býttar Listi A B C Listin Flestar - 574 - 645 - 412 Næstflestar - 450 - 551 - 381 Triðjflestar - 337 - 399 - 380 Fjórðflestar - 336 - 398 - 308 D E H - 211 - 77 - 50 - 33 - 1421 - 527 - 197 - 197 - 407 - 53 - 52 - 48 Í døminum verður sama tingmannatal valt, men býtið innanhýsis á listunum verður broytt. Uppgerð Galdandi uppgerð Broytt uppgerð Kvinnur valdar 2 Kvinnur fast Kvinnur íalt v. 0 2 1. var. 3 1 3 4 2 Broytingin hevði verið, at heldur enn tvær kvinnur, vóru tríggjar valdar í Suðurstreymi (á lista B, C og E). Harumframt hevði ein verið fastur varalimur á tingi (á lista A) móti ongari í dag, umframt at tríggjar (á lista B, E, H) høvdu verið fyrsti varalimur heldur enn tvær í dag. Sostatt høvdu fýra kvinnur sitið fast á tingi fyri Suðurstreym, og tríggjar aðrar høvdu regluliga verið varaumboð. Í døminum eru bert fýra ovastu valevnini sett upp, men eftir lógarbroytingini skulu listaatkvøðurnar býtast til antin ikki fleiri akvøður eru eftir at býta, ella ikki fleiri valevni eru at taka ímóti kynsbýttum listaatkvøðum. Í døminum sæst: Á Lista A eru listaatkkvøðurnar ikki nóg nógvar til at broyta raðfylgjuna ovast á listanum, so at tað verður annaðhvørt konufólk og mannfólk, men eru kortini nóg nógvar at flyta konufólk fram á triðja plássið; tær eru tó ikki nóg nógvar at flyta konufólk fram á fjórða plássið at fáa javnvág í. Á Lista B eru listaatkkvøðurnar nóg nógvar at broyta raðfylgjuna; ikki fleiri konufólk vóru á listanum, so nakrar listaakvøður høvdu lopið av. Á Lista C eru listaatkkvøðurnar nóg nógvar at broyta raðfylgjuna. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 56 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Á Lista D er raðfylgjan ovast á listanum “eftir bókini”, men listin fekk ongan valdan. Óneyðugt var tí at býta listaatkvøður. Á Lista E eru listaatkkvøðurnar nóg nógvar at broyta raðfylgjuna, men ásetingin í broytta § 31, stk. 2 kemur nú til sín rætt, trý mannfólk og – við býttum listaatkvøðum – eitt konufólk eru jøvn við 197 atkvøðum hvør; nú verður fyrst tikið eftir kyni, síðani eftir lutakasti. Á Lista H eru listaatkkvøðurnar nóg nógvar at broyta raðfylgjuna. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 57 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn II. Javnstøða á valevnislista Galdandi ásetingar § 17. Valið fer fram eftir listum, har ávísir persónar bjóða seg fram sum valevnir í einum valdømi. Stk. 2. Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn trý fleiri enn talið av løgtingsmonnum, tó ongantíð meiri enn tað dupulta, ið veljast skulu í valdøminum. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Stk. 3. Valevnini skulu vera so skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at ongin samanblanding við nakran annan valbæran persón kann standast av. Stk. 4. Valevnislistarnir mugu vera formanninum í avvarðandi løgtingsvalnevnd í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 3 vikur frammanundan valdegnum. Stk. 5. Listin skal vera undirskrivaður av valevnunum og av í minsta lagi 10 og í mesta lagi 15 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði. Valevnini og stillararnir kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Eisini kunnu valevnini í staðin fyri við undirskrift, vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi o.tl. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er móttikin og nær. Stk. 6. Ongin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar ímóti hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugt. Stk. 7. Ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki roknast Broyttar ásetingar § 17. Valið fer fram eftir listum, har ávísir persónar bjóða seg fram sum valevnir í einum valdømi. Stk. 2. Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn trý fleiri enn talið av løgtingsmonnum, tó ongantíð meiri enn tað dupulta, ið veljast skulu í valdøminum. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Stk. 3. Eru á vallista valevni av øðrum kyni meira enn eitt fleiri enn av hinum, skal listin hava undantaksloyvi sambært § 8, stk. 2 í javnstøðulógini. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Stk. 4. Valevnini skulu vera so skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at ongin samanblanding við nakran annan valbæran persón kann standast av. Stk. 5. Valevnislistarnir mugu vera formanninum í avvarðandi løgtingsvalnevnd í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 3 vikur frammanundan valdegnum. Stk. 6. Listin skal vera undirskrivaður av valevnunum og av í minsta lagi 10 og í mesta lagi 15 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði. Valevnini og stillararnir kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Eisini kunnu valevnini í staðin fyri við undirskrift, vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi o.tl. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er móttikin og nær. Stk. 7. Ongin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 58 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn sum stillari hjá nøkrum lista. undir við einum flokki. Ger nakar ímóti Stk. 8. Um valevnislisti verður lýstur hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugur, ella um valevni verður strikað ógildugt. av listanum, skal henda avgerð Stk. 8. Ongin kann vera stillari fyri nevndarinnar, sum er endalig, verða meira enn ein valevnislista. Hann, ið er skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni stillari fyri fleiri listar, kann ikki roknast um hetta skjótast møguligt og í øllum sum stillari hjá nøkrum lista. førum fyri valið, verða send tí stillara, Stk. 9. Um valevnislisti verður lýstur sum listan hevur latið inn. ógildugur, ella um valevni verður strikað Stk. 9. Heldur nevndin, at ein av listanum, skal henda avgerð rættstundis innlatin valevnislisti er so nevndarinnar, sum er endalig, verða ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni ógildugan, skal nevndin beinanvegin um hetta skjótast møguligt og í øllum boða viðkomandi stillara frá hesum og førum fyri valið, verða send tí stillara, geva honum høvi til innan 24 tímar at sum listan hevur latið inn. bøta um brekið. Stk. 10. Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið. Formligt uppskot: Uppskot um broyting í løgtingslóg nr. 49 frá 20.juli 1978 um val til Føroya Løgting § 1. Gjørdar verða hesar broytingar: 3. Í § 17 verður stk.3 broytt til stk. 4 osfr., og verður sett inn soljóðandi nýtt stk. 3: “Stk. 3. Eru á vallista valevni av øðrum kyni meira enn eitt fleiri enn av hinum, skal listin hava undantaksloyvi sambært § 8, stk. 2 í javnstøðulógini. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur.” § 2. Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerð. Almennar viðmerkingar Løgtingið samtykti 20. oktober 2005, at: “Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin setur eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Í nevndini verða: Eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Føroya kommunufelag, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 59 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varalimir verða valdir fyri allar limir.” Hetta var beinleiðis í samsvari við uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999, sum Løgtingið samtykti 18. november 1999. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur: “Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er at seta eina nevnd, sum skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Landstinginum eru uml. 33% konufólk, í Altinginum eru uml. 30% konufólk, og í Fólkatinginum eru uml. 39% konufólk.” Kynbýtið á Føroya Løgtingi er út av lagi vánaligt – bert tríggjar kvinnur eru av 32 tingumboðum, svarandi til færri enn 10%. Hetta hóast kallmenn bert fingu 71,1 %, kvinnur 16,1 %, og 12,8 % ikki atkvøddu fyri nøkrum kyni, uttan heldur fyri listanum. Samsvarandi viðmerkingini um, at “úrslit av hesum arbeiði skal verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum,” hevur hetta uppskotið til endmáls at tryggja javna uppstilling eftir kyni, soleiðis at umboðanin á Føroya Løgtingi, bæði fasta umboðanin og umboðanin ígjøgnum varaumboð, verður javnari eftir kyni. Uppskotið ber í sær, at valevnislistar koma undir somu reglu sum almennar nevndir, nevniliga, at nærum eins nógv valevni skulu vera av hvørjum kyni. Frávik frá hesum kunnu fyrst og fremst koma fyri, tá ólíkatal av valevnum er uppstillað, og so tá talan er um flokkar ella fylkingar, ið ikki hava limir av øðrum kyninum, ella har ongin persónur av øðrum kyninum býður seg fram. Serligar viðmerkingar Nýtt § 17, stk. 3 Ásetingin ger, at mannagongdin í javnstøðulógini § 8 skal brúkast til valevnislistar. Flokkur ella fylking, ið stilla upp, mugu tryggja sær nærum javna umboðan av báðum kynum, men kunnu tó fáa undantaksloyvi, um so er, at viðkomandi felagsskapur hevur gjørt nøktandi og viðkomandi roynd at fáa kynsjavnauppstilling í lag. Størri frávikið er frá sama tali (burtursæð frá ólíkatali) av hvørjum kyni, verri verður at fáa undantaksloyvi. Hjá størru flokkunum og hjá smærri flokkum í sterku valdømum teirra kemur helst ikki uppá tal at geva frávik uttan í heilt serligum førum at loyva fráviki uppá eitt valevni (afturat ólíkatali). www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 60 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 15 Vinnumálaráðið Tinganes 100 Tórshavn Demokratia Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki V/Eyðgunn Samuelsen Jørundsgøta 40 700 Klaksvík Klaksvík tann 8 august 2007 Fyrispurningur viðv. Fíggjarligum heimildum hjá Demokratia í samband við tiltøk. Demokratia er nevnd vald eftir samtykt á løgtingi, hoyrir undir Vinnumálaráðið og hevur játtan á fíggjarlógini. Um virksemi hjá nevndini verður sagt ið uppskotinum ið løgtingi samtykti tann 20 oktober 2005: “ Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politisku avgerðirnar verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari”. Ein trupulleiki hjá nevndini við at røkka hesum arbeiðssetningi er, at játtanin ikki røkkur til t.d eitt lýsingarátøk ið munar. Tí vilja vit seta henda fyrispurning, kann Demokratia fáa stuðul frá øðrum til t.d at seta lýsingar í fjølmiðlarnar ella fáa lýsingar heilt ella partvíst ókeypis ? Kann Demokratia taka gjald fyri kunnandi tilfar ? og kunnu vit t.d taka gjald fyri lýsingar á einari møguligari heimasíðu ið Demokratia stendur fyri. Vónandi kunnu tit svara okkum hesum fyrispurningi. Vinarliga Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 61 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 16 Original meddelelse ----Halló Eyðgunn. Víst verður til fyrispurning um fíggjarliga heimild hjá Demokratia í samband við tiltøk. Eftir játtanarskipanini skal fíggjarlig heimild fáast til vega til at hava inntøkur hjá stovnum, aðalráðum og líknandi, sum eru á fíggjarlógini við rakstrarjáttan. Játtanin til høvuðskontu ”kvinnuluttøku í politikki”, er ein rakstrarjáttan, sum VMR hevur ræðisrættin til, og er í prinsippinum, ein játtan til Vinnumálaráðið, og ikki til eina aðra juridiska eind. Tí ber ikki til at hava inntøkur hjá Demokratia. Eftir løgtingssamtiktini, so situr bólkurin fram til árskifti. Vinarliga Atli Eiriksson fíggjarráðgevi. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 62 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 17 29.8.07 Umbøn um eykajáttan. Demokratia ið er nevnd vald av løgtinginum, hevur til uppgávu fram til árskiftið 2007/2008 at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og kommunustýrum kring landið. Játtanin hjá Demokatiu í 2007 røkkur til bert til ein part av arbeiðinum hjá nevndini, nevniliga at skipa fyri tiltøkum kring landið, at skriva álit til landstýrismannin og til gera eitt lýsingarátak, men ikki til at gjalda fyri lýsingar í fjølmiðlunum. Orsaka av játtannarskipan landsins hevur Demokratia latið 40.000 kr. av játtanini fyri 2006 aftur í landskassan, nevniliga peningin ið vit fingu afturgoldið frá Sansir í samband við 8 mars tiltaki. At fingið endurjáttað henda pening, til átøk í inniverandi árið, hevði bøtt nakað um møguleikarnir hjá Demokratiu at útinnt sítt endamál. Ætlanin er, at okkara lýsingarátak ferð fram í 12 vikur og er kostnaðurin av hesum 150.000 krónur. Fáa vit ikki eina eykajáttan til hetta, er stórur vandi fyri, at vit ikki fáa framt átaki. Havandi í huga at tilmæli frá útnorðurráðnum var ein árlig játtan til Demokratiu á 500 t. Kr. yvir fleiri ár, fyri at tað skuldi vera møguligt hjá nevndini at útinna sín arbeiðssetning á ein nøktandi hátt, vilja vit loyva okkum at søkja um eina eykajáttan á 150.000 krónur. Vegna Demokratiu Eyðgunn Samuelsen, forkvinna. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 63 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 18 Rættarnevnd Løgtingsins Postbox 208 110 Tórshavn Tórshavn, 10. september 2007 Evni: Broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting Góðu tit, Javnstøðunevndin og Demokratia (nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) hava í felag mælt landsstýrismonnunum, ið vara av málsøkjunum javnstøðu og valskipan at leggja fyri Føroya løgting uppskot um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting. Mælt varð til tvinnanda broytingar: • Tann fyrra var at staðfesta, at § 8 í løgtingslóg um javnstøðu er galdandi fyri uppstillingarlistar til løgtingsval, soleiðis at umleið sama tal av hvørjum kyni skal vera á listanum, uttan so at undantaksloyvi fæst frá javnstøðunevndini. • Tann seinna er at býta listaatkvøðurnar eftir kyni, soleiðis at býtið av løgtingssessum og varalimum verður javnari millum kynini við at javna tær atkvøður, ið hvørki eru persónliga greiddar fyri mannfólki ella konufólki. Hjáløgd eru uppskotini við nærri viðmerkingum. Javnstøðunevndin og Demokratia heita nú á rættarnevndina um at umhugsa hesi uppskotini í viðgerðini av uppskotinum um broyting í vallógini (tingmál 5/2007) og um neyðugt at leggja tey fram sum sjálvstøðug løgtingslógaruppskot vegna kravið um ‘identitet’ í broytingaruppskotum. Síðani heita vit á rættarnevndina um at greiða tulkingarivan um uppgerð av parallellum listum eftir § 18 í vallógini. Eftir venju verða teir ikki taldir saman í uppgerðini av valdømisvaldum eftir § 31, men bert í landsuppgerðini eftir § 32, sum eftir uppskotinum í tingmáli 5/2007 verður strikað. Eftir uppskotinum skal § 31 verða brúkt til landsúrslitið, tí verður stórur tulkingarivi um § 18-listarnar. Til tess at tryggja, at § 18-listar altíð telja fult við í floksúrslitinum verður mælt til at áseta, at “listar góðkendir sum listar floksins, smb. § 18, stk. 2, telja sum ein listi” í www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 64 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn uppgerðini eftir § 31 uttan mun til, um Føroyar eru skipaðar í eitt ella fleiri valdømi. Eisini hetta eigur at verða gjørt undir øllum umstøðum. Vinarliga vegna formenninar í Javnstøðunevndini og Demokratia Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 65 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 19 40 Uppskot til samtyktar um Demokratia A. Upprunauppskot Ár 2007, 5. oktober, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at skipa fyri, at Demokratia framhaldandi arbeiðir fyri, at kvinnur fáa øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Viðmerkingar Endamál Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er, at Demokratia kann halda fram við at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Landstinginum eru uml. 33 % konufólk, í Altinginum eru uml. 30 % konufólk, og í Fólkatinginum eru uml. 39 % konufólk. Í Føroyum var kvinnuliga umboðanin á tingi eftir løgtingsvalið í 1998 12,5 %, eftir løgtingsvalið í 2000 var kvinnuliga umboðanin 12,5 %, og eftir løgtingsvalið í 2004 var kvinnuliga umboðanin 9,4 %. Demokratia Fram til seinasta kommunuval sat ein bólkur av kvinnum við umboðum úr øllum politisku flokkunum og skipaði fyri tiltøkum til tess at seta fokus á týdningin av at fáa kvinnur virknar í føroyskum kommunal- og landspolitikki. Teir politisku flokkarnir játtaðu pening til útreiðslurnar av ymsu tiltøkunum, sum vóru kring landið. Peningurin var nýttur til lýsingar og leigu av hølum til tiltøkini. Tá hetta arbeiðið var liðugt, sendi bólkurin umsókn um pening frá landsstýrinum til framhaldandi virksemi. Henda umsókn var ikki gingin á møti. Men landsstýrismaðurin legði uppskot til samtyktar fyri tingið at skipa nevnd, Demokratia, at halda fram við virkseminum. Trupulleikin við tí uppskotinum var, at nevndin bert www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 66 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn skuldi arbeiða fram til ársskiftið 2007/2008. Við fyriliggjandi uppskoti skal nevndin halda fram við arbeiði sínum. Tilmæli frá Útnorðurráðnum Løgtingið samtykti hin 18. november 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og tað føroyska landsstýrið um at seta eina nevnd við umboðum fyri politisku flokkarnar, Javnstøðunevnd og kvinnufelagsskapir, sum skuldi leggja til rættis tiltøk fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum. Tiltøkini kundu vera útbúgving, lýsingarátøk og útgávuvirksemi. Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð víst til eitt átak í Íslandi, har Altingið setti eina nevnd við tí endamáli at leggja til rættis tvørpolitisk tiltøk fyri at økja um talið á kvinnum í politikki. Nevndin tók stig til lýsingarátøk, arbeiddi við upplýsing, og gav út kunnandi tilfar. Sambært tilmælinum var úrslitið av hesum arbeiði gott og hevði við sær, at talið á kvinnum í Altinginum øktist munandi. Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð mælt til, at nevndin fekk kr. 500.000,- um árið til virksemi sítt (Vestnordisk Råd. Rekommandation nr. 1/9 frá 1999). Virksemið hjá nevndini Nevndin skal framhaldandi arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Á hvørjum ári handar nevndin landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar. Samansetan av nevnd Í nevndini vera eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk. Tað er av stórum týdningi, at allir teir politisku flokkarnir luttaka í hesum arbeiði. Tað er m.a. innanhýsis í flokkunum, at eitt arbeiði skal gerast fyri at økja um talið á kvinnum í politikki. Eitt umboð verður í nevndini fyri Føroya kommunufelag, og eitt umboð verður fyri Kommunusamskipan Føroya. Umboðini skulu tryggja eitt gott samstarv við kommunustýrini um hetta arbeiðið. Eitt umboð verður í nevndini fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya. Kvinnufelagasamskipanin umboðar kvinnufelagsskapir í Føroyum og hevur, síðani hon varð stovnað, havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa fleiri kvinnur virknar í politikki. Javnstøðunevndin hevur eitt umboð í nevndini. Javnstøðunevndin hevur til uppgávu at virka sum ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 67 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn javnstøðuspurningum. Nevndini tørvar hesa ráðgeving og tann kunnleika, sum Javnstøðunevndin hevur til spurningar viðvíkjandi javnstøðu. Nevndin skipar seg sjálv. Samsýningar Nevndarlimirnir fáa samsýning sambært galdandi reglum um almennar nevndarsamsýningar. Fíggjarmálaráðið góðkennur samsýningina til formannin. Samsýningarnar fara av játtanini, sum nevndin hvørt ár fær til arbeiði sítt. Fíggjarligar avleiðingar Nevndin fær kr. 500.000,- um árið til arbeiðið frá 1. januar 2008, sum er at fylgja tilmælinum hjá Útnorðurráðnum um at játta nevndini kr. 500.000,- árliga til virksemi sítt. Men hóast upphæddin ikki er høg, ber tað vónandi til hjá nevndini at gera tað arbeiðið, sum arbeiðssetningurin áleggur henni. Arbeiðið hjá nevndini fer vónandi at fara fram í tøttum samstarvi við Javnstøðunevndina. www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 68 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 20 Att. Bjarni Durholm, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes 100 Tórshavn 1. november 2007 Fyribils álit frá Demokratia við frágreiðing av nevndararbeiðinum 2006-2007 og framtíðarætlanum Á nevndarfundi 24. oktober 2007 samtykti Demokratia at skriva bræv til Vinnumálaráðið við áheitan um at leingja tíðarskeiðið hjá nevndini við í minsta lagi 1 ári aftrat, tvs. fram til ársskiftið 2008/09. Orsøkin er, at Demokratia metir tað 1½ árið, hon arbeitt higartil, vera alt ov stutt; og haraftrat metir nevndin tað vera upplagt at halda fram, ið hvussu er til kommunuvalið heystið 2008 er av. Við hesum leggur Demokratia eina fyribils frágreiðing fram um virksemi sítt síðan nevndarbyrjan, eina meting av úrslitunum og framtíðarætlanir. Arbeiðssetningur Arbeiðssetningurin hjá Demokratia ljóðar soleiðis: Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingaátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Tiltøk Demokratia hevur higartil skipað fyri 7 almennum og 1 privatum tiltaki31. 4 av teimum 7 tiltøkunum, herundir 8. mars haldið 2007, hava verið hildin í Tórshavn, hini 3 í Klaksvík, á Oyrarbakka og í Miðvági. Nevndin metir tað vera av stórum týdningi at fara út í øll økir í landinum, og í november verður skipað fyri tiltøkum í Suðuroy og Sandoy. Haraftrat verða væntandi 2 tiltøk fyriskipað aftrat í Tórshavn í november og desember. Tiltøkini umfata fyrilestrar við einum ella fleiri fyrilestrahaldarum og evt. einum paneli. Tiltøkini hava sum heild verið væl vitjað og hava sett góð kjak í gongd. 31 Umbiðið av privatum felagsskapi www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 69 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Lýsingakampagna Nevndin hevur saman við einum reklamuvirki skipað fyri eini reklamukampagnu við blaðlýsingum, plakatum og eini interaktivari heimasíðu. Kampagnan fór í gongd í september 2007.og er ætlað at vara uml. árið út. Upplýsing Umframt omanfyrinevndu tiltøk hevur nevndin javnan greinir á heimasíðuni og í bløðunum, og haraftrat hava fleiri innsløg verið í Kringvarpinum. Undirvísing Nevndin er p.t. í ferð við at skipa fyri taluskeiði fyri kvinnur, sum ætla at stilla upp. Taluskeiðið verður væntandi hildið í november. Útgáva av ymsum kunnandi tilfari Hetta økið hevur nevndin havt fígging ella orku til at gera nakað konkret og beinleiðis við. Annað - Gallup-kanning. Í januar-februar 2007 gjørdi Demokratia saman við Javnstøðunevndini eina Gallup-kanning við spurningum um hugburð til kvinnur í politikki. Kanningin – sum kann lesast á www.demokratia.fo - vísti, at ein stórur meiriluti av føroyingum ynskir fleiri kvinnur í politikk/størri javnstøðu í politikki. - Fundir við politisku flokkarnar. Á vári 2007 hevði nevndin fund við allar politisku flokkarnar við spurningum um javnstøðu í flokkunum, í valskránni, javnstøðuætlanir osfr. - Fundir við fjølmiðlarnar. Nevndin hevði í summar fundir við fjølmiðlarnar, har hon heitti á teir um at stuðla og samstarva, m.a.. við at dekka tíðindi, tiltøk osfr. - Coaching og starvs/persónsprofilar. Nevndin er eisini í ferð við at skipa fyri coaching og testum av starvs/persónsprofilum. Hetta verður væntandi avgreitt í november ella desember. - Ambassadørar. Nevndin hevur heitt á fleiri fólk um at gerast ambassadørar fyri Demokratia. Hetta verður gjørt við at senda eina mynd og skriva nakrar reglur um, hví ein stuðlar arbeiðinum hjá Demokratia. Mynd og orð verða løgd út á heimasíðuna, so hvørt sum tey koma inn. - Fjølmiðlar. Demokratia hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, bæði í útvarpinum, sjónvarpinum og bløðunum. Úrslit Tað er torført at meta um úrslitið av nevndararbeiðinum. Eitt mátbært úrslit kann av góðum grundum ikki síggjast, fyrr enn løgtingsvalið hevur verið. Men nevndin heldur seg longu nú hava sæð eitt úrslit av minni mátbærum slag – men fyri tað ikki minni umráðandi. Fjølmiðlar hava víst Demokratia nógvan ans, og fólk uttan www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 70 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn fyri Demokratia hava bæði í greinum, lesarabrøvum, kjaksendingum osfr. tikið spurningin um lágu kvinnuumboðanina í politikki upp. Á arbeiðsplássum, í heimum osfr. verður kjakast dúgliga um evnið. Tað koma eisini javnan teldupostar o.a. frá fólki, sum sjálvboðin vísa nevndini áhuga og stuðul. - Alt hetta í ein mun, sum hevði verið óhugsandi fyri bara 2-3 árum síðan. Sostatt hevur Demokratia megnað at seta fokus á og ítaluseta ein problematikk, sum í nógv ár hevur verið tagdur burtur. Nevndin heldur seg eisini síggja ábendingar um, at tann láturliggering og kveistran til viks, sum hesin problematikkur ofta møtir, spakuliga er vent ella er um at venda til ein meira seriøsan áhuga. Framtíðarmeting Ætlanin hevur alla tíðina verið, at nevndin skuldi niðurleggjast við árslok 2007. Tískil hevur nevndin ongar fyrireikingar gjørt til 2008. Men nevndin metir ikki, tað er realistiskt at kunna fremja arbeiðssetningin innan fyri bara 1½ ár. Fyrsta stigið á leiðini – at seta fokus og skapa kjak – er rokkið, men hetta er júst bara tað fyrsta stigið. Tað tekur tíð at broyta hugburð og atburð. Heili fýra ár eru millum valini, og vandin fyri gloymsku er stórur, um arbeiðið hjá Demokratia ikki heldur fram í einum ella øðrum formi. Havandi í huga, at kommunuval verður á heysti 2008, er tað upplagt at leingja arbeiðið ið hvussu er fram til árslok 2008. Ikki minst tí kommunustýrini hava fleiri sessir enn løgtingið, og tað tí kann hugsast at kennast lættari at verða valdar her fyri kvinnur, sum hava hug at royna seg í politikki og kanska eru nýbyrjarar. Um arbeiðið hjá Demokratia heldur uppat um ársskiftið, so er sannlíkt, at partar av arbeiðinum higartil lítla og onga ávirkan fær á kommunustýrisvalið. Í mars (?) 2008 skulu Føroyar aftur til próvtøku hjá CEDAW. Lága kvinnuumboðanin í politikki var júst eitt av átalupunktunum á CEDAWpróvtøkuni í fjør, og tí kann tað tykjast sum eitt løgið signal at niðurleggja arbeiðið hjá Demokratia, tá tað er komið í hæddina - uttan at seta nakað annað í staðin. Kommissiónin fyri javnvág millum arbeiðs- og familjulív, sum Vinnumálaráðið hevur sett fyri stuttum, kann ikki roknast sum ein avloysari fyri Demokratia. Rekommandatiónin hjá Útnorðurráðnum frá 1999 mælti sum kunnugt eisini til, at nevndin skuldi sita í minst 5 ár við minst 500.000 kr. p.a., um nakað munagott skuldi spyrjast burturúr. Hesum tilmæli kann nevndin taka fult undir við. Tað tekur tíð hjá eini so breiðari nevnd at finna stevið, finna hugskot og føra tey út í lívið og finna sponsorar o.t.32, alt uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Og tað tekur tíð hjá samfelagnum, myndugleikum osfr. at reagera upp á úttrykkini hjá nevndini. Snøgt sagt tekur hugburðsbroyting nógva tíð. Men tey tyngstu tøkini eru ofta tey fyrstu. Royndir og eftirmetingar av farnum tiltøkum hava víst seg at føra til nýggj hugskot, og so hvørt sum Demokratia hevur gjørt meira og meira vart við seg og fingið heimasíðu, hava 32 Lýsingakampagnan er í høvuðsheitum fíggjað av sponsorum www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 71 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn fleiri fólk uttanífrá vent sær til nevndina við hugskotum, tilboðum o.t. Men nevndin hevur hvørki tíð ella orku til at føra alt, hon kundi hugsað sær, út í lívið innan ársskiftið 2007/08. ´ Heldur ikki hevur fíggingin verið nøktandi. Nevndin hevur biðið Útvarpið og Sjónvarpið um at stuðla lýsingkampagnuni, t.d. við regluligum innsløgum og ókeypis lýsingum ella í minsta lagi við avsláttri út frá, at hon metir endamálið vera alment samfelagsgagnligt - men stovnarnir góvu noktandi svar. Sostatt hevur nevndin goldið fullar lýsingarprísir í ÚF, og ráð hava ikki verið til nakrar visuellar sjónvarpslýsingar. Ein meira livandi kampagna við innsløgum, sum stuðlaðu uppundir lýsingarnar, hevði avgjørt verið meira munagott. Tað hevur haraftrat kravt órímiliga stóra arbeiðsorku at skriva brøv, ringja og fundast við sponsorar fyri at fáa ráð til eina lýsingakampagnu yvirhøvur. Henda orka kundi verið nógv betur brúkt, t.d. til at halda fleiri tiltøk í lokaløkjunum og annað. Nevndin hevur biðið um at fáa tær 45.000 kr33. aftur, sum hon ikki brúkti í fjør, men hevur enn einki svar fingið. Tískil hevur nevndin verið drálandi við at seta meira í gongd í 2007. Um pengarnir verða játtaðir, kann tað vera so seint, at nevndin ikki nær at brúka teir innan árslok. Hugskot/uppskot til arbeiðið í 2008 eru hesi: - - - fleiri økisfundir. Tá 2007 er av, hevur ein økisfundur verið í hvørjum øki (tó fleiri í Tórshavn). Ætlanin var at styrkja politiska áhugan hjá kvinnum í lokaløkjunum, ikki minst nú valdømini eru niðurløgd; men hetta gerst ikki við einum fundi. fleiri Miðlahúsfundir (ella aðrastaðni í Tórshavn) við ymsum relevantum evnum á skránni útlendskar fyrilestrahaldarar (ein ella fleiri). fjølmiðlakanning av føroyskum fjølmiðlum. Tað er ein sannroynd, at fjølmiðlar um allan heim lýsa menn og kvinnur ymiskt bæði kvantitativt og kvalitativt. Ein slík kanning ella fleiri kundu verið áhugaverdar at gjørt í Føroyum. Dream Team. 16-17 kvinnur (svarandi til uml. helvtina av tinginum) úr øllum flokkum og eftir floksstødd verða útpeikaðar í eitt Dream Team. Í nakrar vikur (samanhangandi ella ikki) verða evni frá tingarbeiðinum, sum hava breiðan áhuga, vald út til Dream Team at viðgera og atkvøða, júst sum í tinginum. Umrøðan og atkvøðugreiðslan – bæði frá tinginum og Dream Team – verða 33 Demokratia læt ultimo 2006 45.000 kr. til 8. mars-hald 2007-fyrireikingarnar í felag við P/f Sansir. Tað bleiv so mikið buldur rundan um tiltakið, at P/f Sansir gjørdi av at flyta Demokratia pengarnar retur í februar ella mars 2007. Men pengarnir hoyrdu til fíggjarárið 2006 og fullu tískil aftur í landskassan – og ikki til Demokratia www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 72 - - Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn samanborin og almannakunngjørd. Hetta krevur tíð, orku og samstarv við fjølmiðlarnar. vitja miðnámsskúlarnar fyri at fáa fatur á teimum ungu taka samband við Mentamálaráðið o.o. um at fáa framleitt undirvísingartilfar og fáa javnstøðu sum ein integreraðan part av undirvísingini samstarv við kommunufeløgini fylgja arbeiðið hjá politisku flokkunum upp. Kanna, um teir arbeiða við javnstøðu, sum teir hava fráboðað og ráðgeva í miðvísum javnstøðuarbeiði temavika við evninum ”Kvinnur og politikkur” ella líknandi. Speaker’s Corner, tónleikur, upplegg o.a. taluskeið og coaching o.t. fyri kvinnur, sum stilla upp til kommunuval evt. uppfylging av taluskeiðum 8. mars hald 2008, evt. saman við øðrum felagsskapum mentorskipan/skeið (sjálvsmenning) (eftirmetingar)tiltak í sambandi við CEDAW-próvtøkuna aftaná sjálva próvtøkuna og/ella dómin frá CEDAW Heimasíðan. Ein regluliga dagførd og livandi heimasíða kann vera eitt gott amboð til at senda boðskapir út og somuleiðis eitt gott forum fyri dialog við umheimin. 1. november 2007 Demokratia www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 73 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Fylgiskjal 21 Subject: RE: Inquiry about Women in politics: "Help supporting democracy in the Faroe Islands!" Date: Tue, 23 Oct 2007 16:31:35 +0200 From: R.Taphorn@idea.int To: Dear Thanks for your email and the request for help to increase women’s political participation in the Faroe Islands. To answer your general questions, IDEA is sponsored by its member states, so also by Denmark and its mandate is agreed upon by the IDEA board and its member states. We do not have a programme at the moment that mandates us to intervene more directly, such help needs to be agreed upon on the political level. However, IDEA is rending its expertise and resources to those that request it. Find below some useful resources that might help you with your thesis and potentially to put the topic of electoral systems and the use of quotas onto the national/ local political agenda: The following is a short publication on the use of quotas under certain electoral systems, the publication entails a table overview in “traffic light style” that shows best-fit, medium-fit and nonfavourable combinations of electoral systems with quota types: “Designing for Equality”: You can read the short introduction to the publication which will give you an overview of the variables that inter-play and have direct impact on the likelihood of women’s political participation under certain electoral systems. http://www.idea.int/publications/designing_for_equality/index.cfm This is the link to the interactive clickable table overview http://www.idea.int/publications/designing_for_equality/dyntable.cfm Also for your info, you might want to check out the new online network : “iKNOW Politics” = international Knowledge Network of Women in Politics: It is a new network that aims to be a discussion forum, network facility and “ask the expert” facility, as well as being a resource library on a wide range of topics relevant for women in politics: http://www.iknowpolitics.org/en • Furthermore you can consult the “Women in parliament – beyond numbers” publication of IDEA that outlines many of the obstacles that women face in politics and offers ways on how to overcome those: http://www.idea.int/publications/wip2/index.cfm Please note that all IDEA publications can be downloaded for free. I hope that this will help you a bit! www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848 74 Demokratia • Vinnumálaráðið • Tinganes • 100 Tórshavn Rita Taphorn Programme Officer for Political Parties and Women in Politics International IDEA Strömsborg, SE-103 34 Stockholm, Sweden ph:+ 46-8-698 37 00/32 fax:+ 46-8-20 24 22 mobile: + 46-70-429 37 32 email: r.taphorn@idea.int website: www.idea.int www.demokratia.fo • javnratt@javnratt.fo • Tlf. 212848