Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna Jóanna Djurhuus 2010-04-22HOME Føroya Landsstýri Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna Johan Dahl, landsstýrismaður Tórshavn, 22. apríl 2010 Álit um tiltøk í sambandi við vaksandi ungdómsarbeiðsloysið Føroya Landsstýri hevur – ásannandi tað vaksandi ungdómsarbeiðsloysið – sett ein bólk at viðgera málið og at gera tilmæli um, hvussu byrgjast kann fyri, at ungdómsarbeiðsloysið veksur meira, eins og bólkurin skal mæla til tiltøk at seta í verk í mun til tey, sum eru arbeiðsleys. Bólkurin er mannaður við umboðum fyri Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Vinnumálaráðið, og hevur Vinnumálaráðið havt um hendur formans- og skrivarauppgávuna. Bólkurin varð settur primo februar 2010 og skuldi arbeiðið vera liðugt 1. apríl 2010. Tíð hevur ikki verið til drúgført kanningararbeiðið, og hevur bólkurin tí í stóran mun leitað sær íblástur í arbeiði, sum frammanundan er gjørt , eins og bólkurin hevur havt fundir við teir partar, sum onkursvegna varða av hesum øki . Alment Samlaða talið av fulltíðararbeiðsleysum í Føroyum var í februar 2010 komið uppá 1553. Fyri sama tíðarskeið í 2009 og 2008 vóru tølini 822 og 360. Hesi tøl fevna um arbeiðsleys í aldrinum 16 til 66 ár. Sambært Hagstovu Føroya var talið av fulltíðararbeiðsleysum, sum eru millum 16 og 24 ár, í februar 2010 komið upp á 314. Til sammetingar kann verða nevnt, at tølini fyri sama aldursbólk í februar 2009 og februar 2008 vóru ávikavist 188 og 32. Hesin bólkurin telur sostatt umleið ein fimtapart av teimum, sum eru arbeiðsleys. Hetta er tann sjónligi bólkurin av ungum arbeiðsleysum. Tað finst eisini ein ósjónligur bólkur av ungum arbeiðsleysum, og eru tað tey ungu millum 16 og 18 ár, sum ikki hava rætt til útgjald frá ALS, av tí at tey ikki hava eitt útrokningargrundarlag, og sum samstundis eru ov ung at vera undir veingjabreiði Almannastovunnar. Eingi hagtøl eru fyri henda bólk, men nøkur eru tey so í tali, hóast ein varin meting er, at meginparturin av hesum aldursbólkinum helst gongur í skúla. Umráðandi er at fáa fatur á hesum bólkinum beinanvegin, tí skal verða bíðað eftir, at hesi gerast 18 ára gomul, er stórur vandi fyri, at tey tá hava verið arbeiðsleys so mikið leingi, at tey longu eru marginaliserað. Hóast arbeiðið, sum hesin bólkur varð settur at gera, bert skuldi fevna um uppskot til tiltøk í sambandi við vaksandi ungdómsarbeiðsloysið, gjørdist skjótt greitt, at nógvir aðrir faktorar gera seg galdandi á hesum øki – faktorar, ið onkursvegna hava tørv á eini politiskari viðgerð. Bólkurin hevur tí ikki viðgjørt hesar ítøkiliga, júst tí teir krevja politiska viðgerð, men fer tó at loyva sær at nevna nøkur viðurskifti, sum eiga at verða havd í huga, tá arbeitt verður við at loysa ungdómsarbeiðsloysið. Hagtøl Sera trupult er at fáa til vega hagtøl, sum kunnu nýtast sum grundarlag undir einum slíkum arbeiði. Bólkurin hevur eftir førimuni roynt at gera egnar metingar, m.a. grundað á ta vitan, sum tey, ið arbeiða á økinum hava, men metingar bólksins kunnu í besta føri metast sum vegleiðandi tøl og ábendingar. At eingi hagtøl eru tøk merkir eisini, at bólkurin ikki kann gera kostnaðarmetingar av teimum tilmælum, sum skotin verða upp. Neyvari tøl, m.a. á útbúgvingarøkinum, verða tó tøk í heyst, og helst ber til tá at samankoyra upplýsingar frá ALS, Almannastovuni, Landsfólkayvirlitinum og Mentamálaráðnum, soleiðis at greiðari hylling fæst á vavinum av trupulleikanum við vaksandi ungdómsarbeiðsloysi. Fráflyting Eitt úrslit av kreppuni í 1990’unum var, at fleiri túsund føroyingar fluttu av landinum. Stórur partur av hesum fólkum komu ikki aftur, og metast má – hóast neyvar kanningar ikki eru gjørdar – at fólkatalið í Føroyum kundi verið nakað væl hægri enn tað er, um henda fráflyting ikki var hend. Hóast núverandi kreppa ikki bert ger um seg í Føroyum, er hugsandi, at tey, sum ikki síggja sær nakran møguleika – hvørki við at fáa arbeiði ella við at fara undir eina útbúgving – fara at flyta av landinum. Og yngri tey eru, tá tey flyta, størri er møguleikin fyri, at tey ikki flyta aftur til Føroya – ella hetta er í øllum førum tað, sum kanningar benda á . Einki er tó at ivast í, at føroyska samfelagið tolir ikki eina slíka fráflyting einaferð afturat, og er hetta tí týdningarmikið at hava í huga, tá tiltøk at basa ungdómsarbeiðsloysinum verða fyriskipað. Tað er ein sannroynd at fleiri enn 60% av teimum, sum lesa hægri lestur, lesa uttanlands. Til samanberingar kann nevnast, at í hinum norðurlondunum eru tølini millum 3% og 8%, uttan í Íslandi, har talið á teimum, ið lesa hægri lestur uttanlands, er umleið 25%. Stuðulsstovnurin staðfesti í eini kanning í 2007, at bert umleið helmingurin av teimum, ið hava lisið uttanlands, koma heim aftur eftir lokna útbúgving. Í kanningini, ið varð gjørd saman við fleiri av lestrarstuðulsstovnunum í norðurlondum, varð eisini staðfest, at nógv færri lesandi føroyingar koma aftur til heimlandi enn í hinum norðurlondunum. Havast skal eisini í huga, at hesi lond senda nógv færri fólk av landinum at nema sær útbúgving Tvær aðrar kanningar vísa, at umleið helmingurin av teimum lesandi siga, at um tey høvdu havt møguleikan at tikið útbúgving sína í Føroyum, høvdu tey møguliga gjørt tað. Onnur kanningin er gjørd millum føroysk lesandi í Danmark í 2007 og hin millum føroysk lesandi í Stórabretlandi í 2009 . Arbeitt hevur verið – og eigur framhaldandi at verða – við hesum spurningum, m.a. hví so nógv leita sær útbúgving uttanlands og hví so nógv av hesum ikki koma heim aftur eftir loknan lestur . Sosial viðurskifti og aktivering Ein annar týdningarmikil faktorur, sum tó ikki er eitt samfelagsbúskaparligt hóttafall sum so, men heldur ein persónligur menningartrupulleiki fyri tann einstaka, er, at tey, sum ikki fáa fótin fyri seg á arbeiðsmarknaðinum á ungum árum og sostatt nema sær arbeiðsroyndir og arbeiðssamleika, eru í størri vanda fyri at verða marginaliserað, bæði á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum annars. Hesi verða klientgjørd á ungum árum og hava trupult við at gerast virkin partur av samfelagnum seinni, eisini tá tíðirnar eru góðar og tørvur er á øllum hondum á arbeiðsmarknaðinum við sum fylgiskjøl. Sí fylgiskjal 1: Fu . Danskar kanningar vísa, at tey, sum ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, gerast oftari sjúk, nýta meira heilivág, eru í størri vanda fyri at gerast fyritíðarpensjónistar og hava sum heild eina almenna lívsgóðsku, sum ikki er líka góð sum tann hjá øðrum. Umráðandi er tí at tryggjað, at hond verður tikin um hesi, soleiðis at tey ikki verða marginaliserað og útihýst, men í staðin gerast virkin partur av samfelagnum. Hetta kann m.a. gerast við aktivering, bæði fyri at fyribyrgja marginalisering, men eisini fyri at fáa langtíðararbeiðsleys út aftur á arbeiðsmarknaðin. Tann aktiveringsskipan, sum í hesum áliti verður skotin upp, fevnir tó um onnur enn bert hesi. Felags fyri norðurlond, Føroyar tó undantikið, er, at arbeiðsmarknaðarpolitikkur hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í almenna búskaparliga politikkinum. Hugtakið arbeiðsmarknaðarpolitikkur í hesum sambandi fevnir um bæði virknar fyriskipanir og passivar veitingar. Dentur verður lagdur á aktivering, bæði sum ein rættur og sum ein skylda hjá arbeiðsleysum, og hugtakið aktivering fevnir um ymiskar fyriskipanir, so sum útbúgving, vegleiðing, uppkvalifisering og starvs- ella arbeiðsvenjing. Í Føroyum hevur so at siga eingin aktivering verið síðani í 1990’unum, og er hetta orsakað av, at arbeiðsloysið í Føroyum í fleiri ár hevur verið sera lágt. Hóast hini norðurlondini eisini hava havt lágt arbeiðsloysi seinastu árini, so skortar ikki við politikki á økinum. Tað merkir eisini, at norðurlond, tá ið arbeiðsloysið byrjaði at vaksa, longu høvdu aktiveringsskipanir, meðan Føroyar ikki høvdu og framvegis ikki hava hesar skipanir. Landsstýrismaður í vinnumálum kann tó, sambært § 25 í lóg um arbeiðsloysisskipan – um stýrið fyri ALS tekur undir við ásetingunum – í kunngerð áseta reglur um førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys, undir hesum seta í verk skipanir við arbeiðsvenjingum hjá privatum og almennum arbeiðsgevarum. Bólkinum kunnugt er ALS farið undir arbeiðið at smíða slíka kunngerð. Í hesum sambandi eigur verða umhugsað, um talan skal vera um tvungna ella sjálvbodna aktivering; lógin sjálv hevur bert ásetingar um rættin til arbeiðsloysisstuðul, meðan einki er ásett hvørki um rættindi ella skyldur hjá arbeiðsleysum til aktivering. Her skal tó leggjast afturat, at tað ikki eru øll, ið hava rætt til útgjald frá ALS. Fólk, sum eru arbeiðsleys og sum ikki hava havt A-inntøku frammanundan, orsakað av t.d. skúlagongd, fáa ikki útgjald frá ALS. Hesi hava tí heldur ikki atgongd til tey tilboð, sum ALS kann bjóða. Í teimum førum, har arbeiðsloysisstuðul ikki fæst frá ALS, ber til at fáa stuðul vegna arbeiðsloysi frá Almannastovuni, men talan er tá um tørvsmettan stuðul, og er stuðulin tengdur at hjúnastøðu, inntøku og ogn hjá viðkomandi. Eisini persónar, sum, eftir reglunum um mesta tal av útgjaldsdøgum, missa rættin til útgjald úr ALS, eru fevndir av skipanini hjá Almannastovuni. Tá er tó talan um langtíðararbeiðsleys, ið neyvan hava lætt at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur. Fyri at byrgja fyri, at ov nógv gerast marginaliserað, eigur samfelagið tí at nýta neyðugu orkuna at tryggja, at ungfólk fáa eina góða byrjan, bæði á arbeiðsmarknaðinum og á útbúgvingarøkinum. Neyðugt er ikki bert at hava skipanir at lofta teimum, sum onkursvegna eru komin í ta støðu, at tey hvørki hava arbeiði ella útbúgving – setast skal inn nógv fyrr, t.d. við at leggja undirvísing fólkaskúlans soleiðis til rættis, at hesin búnar ungfólk til bæði framhaldandi útbúgving og arbeiðsmarknaðin – helst í størri mun enn í dag. Útbúgvingartilboð og -møguleikar Eitt tað týdningarmesta amboðið at tryggja framburð í landinum er útbúgving, og er hetta tí eisini tað tilmæli, sum bólkurin leggur størstan dentin á ndarfrásagnir og niðurstøður. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi: Hagtøl um føroyskar útisetar og Hví føroyingar búseta seg í Danmark. Smbrt. u . Men tað er ikki bert ein spurningur um at fáa til vega fleiri útbúgvingartilboð og –møguleikar. Tað er eisini ein spurningur um at geva teimum, ið velja at fara undir eina utbúgving í Føroyum, góðan møguleika at gjøgnumføra hesa útbúgving, samfelagnum øllum at gagni. Í hesum sambandi kunnu t.d. nevnast kringumstøðurnar á útbúgvingarplássunum: Livandi lestrarumhvørvi, hóskandi hølisumstøður og nøktandi stuðuls- og lánsmøguleikar, tó at eisini aðrar kringumstøður hava týdning. Eitt nú møguleikin at fáa hóskandi bústað, tá farið verður undir útbúgving. Í Føroyum eru nærum eingir lestrarbústaðir, og metast má, at júst bústaðarfaktorurin hevur týdning, tá avgerast skal, hvørt útbúgvingin skal takast í Føroyum ella uttanlands. Eisini kann nevnast tvørrandi møguleikin hjá støkum forsyrgjarum at fara undir eina útbúgving, m.a. orsakað av, at stuðulsmøguleikarnir ikki eru nøktandi, hóast munandi batar eru gjørdir á hesum øki. Lestrarstuðulin til stakar forsyrgjarar er hækkaður við 1500 kr./mðr. fyri hvørt barnið, eins og Almannastovan letur eitt ískoyti upp á 500 kr. fyri hvørt barnið. Stuðulsmøguleikarnir eru ikki reiðiliga á hædd við teir donsku, men munandi betri enn stuðulsmøguleikarnir í Íslandi, har allur stuðulin fellur sum lán. Framtíðartrygging av føroysku arbeiðsmegini Hóast føroyska samfelagið í hesum døgum er merkt av vaksandi arbeiðsloysi, er ikki talan um ein serføroyskan trupulleika, men ein trupulleika, sum flestu lond stríðast við sum avleiðing av altjóða fíggjarkreppuni og seinni búskaparkreppuni. Serfrøðingar ávara staðiliga um gongdina og altjóða stovnar, eitt nú OECD, heita á limalond síni um at seta tiltøk í verk. Trupulleikin er, at tað, sum at síggja til ”bert” er ein persónligur menningartrupulleiki fyri tann einstaka, gerst so umfatandi, at vandi er fyri, um ikki einum beinleiðis hóttafalli, so í øllum førum einum samfelagsbúskaparligum bakkasti. Royndir frá undanfarnum búskaparkreppum hava, sambært OECD, víst: - At stígur í búskapinum hevur við sær størri vøkstur í arbeiðsloysi - At kostnaðurin av missinum av menniskjaligum tilfeingi (human capital) økist í búskaparkreppum, orsakað av drúgvum arbeiðsloysi - At vøkstur í arbeiðsloysi hevur størstu avleiðingar fyri útsettar bólkar, tó at eingin bólkur sleppur undan, og - At trupult er at venda gongdini við vøkstri í arbeiðsloysi, og at vandi er fyri varandi útihýsing av veikum bólkum á arbeiðsmarknaðinum. Ung eru ein serliga útsettur bólkur Sambært OECD eru ung ein serliga útsettur bólkur. Uttan mun til konjunkturar, so er arbeiðsloysið millum ung vanliga hægri enn millum aðrar bólkar, og við hækkandi arbeiðsloysi sæst eisini, at ung verða harðari rakt enn aðrir bólkar. Fylgjurnar av arbeiðsloysi fyri ung kunnu við myndamáli lýsast soleiðis, at meðan vaksin fáa skursl og blá merki, so fáa ung varandi arr. Um ung koma út fyri drúgvum arbeiðsloysi, so hava tey trupult við at fáa og fasthalda arbeiði í framhaldandi arbeiðsvirknu árum sínum. Kanningar vísa, at arbeiðsloysið er ringasta byrjanin hjá ungum, ið skulu byrja sína yrkisleið. Ung, uttan starv og uttan royndir, hava størri sannlíkindi fyri at fáa drúgv og djúp professionell og sosial arr. Ræðumyndin í hesum sambandi er ”The lost generation” í Japan frá 1990´unum. Viðmerkjast skal tó, at trupulleikin við ungdómsarbeiðsloysi verður mettur at vera munandi minni í norðurlendsku vælferðarsamfeløgnum, enn í eitt nú suðurevropeisku londunum. Hetta er m.a. orsakað av, at norðurlond hava ymsar aktiveringsskipanir, sum við ella uttan tillagingar kunnu lofta teimum ungu, tá arbeiðsloysi rakar. Sambært OECD tilmælum er tað júst nú, at lond skulu seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein arbeiðsloysiskreppa gerst ein sosial kreppa. Hetta skal gerast við politiskum átøkum fyri at fáa fleiri í arbeiði, og í øðrum lagi við at tryggja sosiala netið. OECD mælir harumframt til, at fólk afturfyri arbeiðsloysisdagpengar fáa arbeiðsbjóðandi tænastur (arbeiðssøking, arbeiðsvenjing o.l.). OECD mælir til, at lond taka langtíðaratlit, t.e. at tryggjað verður, at kreppan ikki hevur við sær varandi útihýsing av veikum bólkum frá arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at bólkurin uttan fyri arbeiðsstyrkina veksur, tí tað fara betri konjunkturar ikki at broyta. OECD ávarar eisini um, at tiltøkini, ið verða sett í verk, ikki mugu minka um arbeiðsútboðið í framtíðini, t.d. við at stovna nýggjar skipanir, har fólk, ið nærkast pensjónsaldri, kunnu fara frá áðrenn tíð. Eins og nevnt omanfyri, vera ung mett at vera ein útsettur bólkur. Serfrøðingar í øllum ES-londum heita tí eisini á politikarar um at seta serlig tiltøk í verk í mun til ung arbeiðsleys. Tá ið talan er um tiltøk til ung, verður dentur lagdur á, at skjótt verður borið at, og at tiltøkini eru intensiv og fokuserað pplýsingum frá Stuðulsstovninum: http://www.studul.fo/Default.asp?sida=625&TidindiID=172 Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi: “Hagtøl um føroyskar útisetar”, “Hví føroyingar búseta seg í Danmark” og”Eg vil so fegin hava, at b . Niðurstøða Greiða niðurstøðan bólksins er, at trupulleikin við ungdómsarbeiðsloysi eigur at verða tikin í størsta álvara og at tað er týdningarmikið at seta neyðugu orkuna av at arbeiða við málinum – bæði menniskjansliga og fíggjarliga orku. Málið snýr seg ikki bert um, at ung fólk ikki hava eitt arbeiði og tí ikki forvinna pening. Málið snýr seg í nógv størri mun um tær sosialu og arbeiðsligu avleiðingar, sum slíkt ungdómsarbeiðsloysi kann hava við sær fyri føroyskan ungdóm. Bókurin hevur tí gjørt trý høvuðstilmæli, sum fevna um útbúgving, virkispraktikk og aktivering. Yvirskipað hevur bólkurin tó tvey onnur tilmæli, sum eiga at verða sett í verk skjótast til ber: Mælt verður til, at ein fylgibólkur– umboðandi omanfyrinevndu ráð – verður settur at fylgja við gongdini í ungdómsarbeiðsloysinum og gera neyðug tilmæli um tillagingar av verandi skipanum, umframt at gera onnur tilmæli í málinum. Mælt verður til, at hesin bólkur fer til verka beinanvegin. Í øðrum lagi verður mælt til, at landsstýrið setur ein arbeiðsbólk, umboðandi allar avvarðandi partar, at gera uppskot til arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarpolitikk. Týdningarmikið er at hava gjørt sær greitt, hvør politikkur skal vera galdandi á hesum øki – ikki bara í løtuni, men eisini frameftir. Tórshavn, 22. apríl 2010 Jóanna Djurhuus Oyvindur av Skarði Hallbera F. West Eyðun Gaard formaður skrivari Tilmæli Tilmæli 1 Útbúgvingartilboð og –møguleikar til øll: Miðnámsútbúgvingar: Mælt verður til at økja um talið av miðnámsútbúgvingarplássum, soleiðs at øll, sum hava hug og hegni at fara undir eina miðnámsútbúgving, fáa møguleikan. Fleiri umsøkjarar eru til miðnámsútbúgvingarnar í ár, og Mentamálaráðið arbeiðir við at tryggja, at sum flest verða upptikin. Mentamálaráðið fer í fyrstu atløgu at biðja um eina eykajáttan fyri 2010 fyri at fíggja kostnaðin av økta umsøkjaratalinum. Í øðrum lagi leggur Mentamálaráðið upp fyri hesum kostnaði í uppskotinum fyri fíggjarlóg fyri 2011. Væntað verður, at málið verður avgreitt til skúlaársbyrjan í august 2010. Havast má tó í huga, at talið av teimum, sum fella frá, helst fer at økjast ájavnt við tað, sum sæst í øðrum norðanlondum. Tí er umráðandi at arbeiða miðvíst fyri, at talið av teimum, sum gevast við útbúgvingini, ikki hækkar proportionalt við økta næmingatalið ørnini læra føroyskt”. Smbrt. upplýsingum frá Almannastovuni . Fyri tey, sum hóast hetta gevast við útbúgvingini, er umráðandi at aðrar skipanir er til reiðar at lofta. Fyrireikandi skúlagongd: Mælt verður til at skipa og/ella styrka útboðið av fyrireikandi útbúgvingartilboðum, soleiðis at tey, sum hava tørv á einhvørjari fyrireikandi útbúgving fyri at fara undir eina miðnámsútbúgving, fáa møguleikan. Mælt verður til, at skipað verða tilboð til tey, sum hava tørv á fyrireiking fyri at fara undir miðnámsútbúgving ella aðra útbúgving á sama støði. Hugsað verður t.d. um at skipa soleiðis fyri, at flokkar verða skipaðir undir Nám X, sum kunnu taka inn næmingar, sum eru eldri enn 16-17 ár. Á henda hátt ber til at taka víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans og við henni at søkja inn á útbúgvingar á miðnámsstøði. Ein møguleiki er eisini at styrkja Dugni-skúlan, soleiðis at fleiri, ið á einhvønn hátt eru skerd, fáa høvi at taka fráfaringarroynd fólkaskúlans, víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans ella FHS. Í løtuni er bert rúm fyri øðrumhvørjum umsøkjara. Málið eigur at verða avgreitt til skúlaársbyrjan 2010, og mett verður, um fíggjarligu viðurskiftini verða avgreidd, at hetta ber til. Sum framhald av omanfyrinevndu skipan eigur at verða umhugsað at fara undir at seta á stovn eina VUC-líknandi skipan í Føroyum, soleiðis at tryggjað verður, at tey, sum eru farin uppum fólkaskúlaaldur hava møguleikan at taka slíkar fyrireikandi útbúgvingar. Víst verður í hesum sambandi til tilmæli 5 og 6 um Lívlanga læring í Áliti um endurskoðan av yrkisútbúgvingunum. Hægri lesnaður: Mælt verður til, at Fróðskaparsetur Føroya fær møguleika at taka inn fleiri lesandi, soleiðis at tey, sum hava hug at fara undir eina hægri útbúgving í Føroyum, fáa møguleika til tess. Fróðskaparsetrið hevur tikið stig til at skipa fleiri útbúgvingar og hevur eisini tikið stig til at umskipa verandi útbúgvingar, soleiðis at hugsandi er, at fleiri fara at taka alla sína útbúgving – ella part av síni útbúgving – á Fróðskaparsetrinum. Í hesum sambandi kann verða umhugsað, um Fróðskaparsetri – við at halda áfram við verandi umskipan – fær møguleika fyri at taka inn fleiri lesandi. Mett verður, at málið kann vera avgreitt til lestrarársbyrjan í september 2011. Fleiri lærupláss: Mælt verður til at arbeiða við at økja talið av læruplássum, bæði hjá tí almenna og hjá tí privata. Tað almenna eigur at taka inn fleiri lærlingar. Í hesum sambandi eiga allir almennir stovnar o.l. at meta um og geva landsstýrinum fráboðan um, hvørt teir kunnu taka ein ella fleiri lærlingar. Um ein almennur stovnur ikki hevur møguleika at taka inn lærling, eigur at verða umhugsað, um stovnurin kann taka ímóti lærlingi saman við einum øðrum almennum stovni. Alternativt eigur at verða umhugsað, hvørt viðkomandi stovnur í staðin kann taka inn fólk úr Virkispraktikk-skipanini, sí niðanfyri. Umhugsað eigur at verða, hvussu privata vinnulívinum kann verða eggjað at taka ein ella fleiri lærlingar og/ella seta á stovn nýggj lærupláss. Ein møguleiki er at fara aftur til skipanina at veita fult endurgjald fyri skúlatíðina, soleiðis at læruplássið ikki skal bera hesa útreiðslu. Ein annar møguleiki er at umhugsa, um stovnanin av einum nýggjum læruplássi kann geva lærumeistaranum eitt kontant bonus, t.d. 50.000 kr., ið verður goldin, tá læruplássið verður stovnað/tikið í nýtslu av nýggjum. Síðani kann verða umhugsað, um arbeiðsgevarin skal fáa annan fíggjarligan stuðul, t.d. kr. 15.000 fyri hvørt ár, læran tekur. Mett verður, at omanfyrinevndu skipanir kunnu verða settar í verk 1. juli 2010. Styrkt lestrar- og útbúgvingarvegleiðing: Lestrar- og útbúgvingarvegleiðingin eigur at verða styrkt í øllum liðum, bæði í fólkaskúlanum, á miðnámsskúlunum og á hægri útbúgvingum, men eisini hjá ASK, LFÚ, ALS og á Almannastovuni, soleiðis at ungfólk eru væl kunnað um tey útbúgvingartilboð, sum eru í Føroyum og aðrastaðni við. Víst verður í hesum sambandi til Álit um at endurskoða vegleiðingarskipanina frá desember 2007. Álitið er lagt við sum skjal. Mælt verður til, at neyðugu broytingarnar verða gjørdar sum skjótast. Tilmæli 2 Virkispraktikk – eitt fet á leiðini: Mælt verður til, at ein skipan við virkispraktikk verður sett í verk, soleiðis at tey, sum í fyrstu atløgu ikki hava hug og hegni til bókliga útbúgving, gerast kunnug við arbeiðsmarknaðin. Allir arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – sum eru partur av arbeiðsmarknaðinum, kunnu vera við til at gera arbeiðsmarknaðin sterkari, m.a. við at loysa trupulleikan við ungdómsarbeiðsloysi, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin, tá tíðirnar gerast betri og tørvur verður á útbúnum fólki, lættliga kann fáa arbeiðsfólk. Sum partur av loysnini uppá vaksandi arbeiðsloysið millum ung er ætlanin tí at seta í verk eina skipan við virkispraktikk. Endamálið við virkispraktikkini er at hjálpa fólki at finna sína lívsleið. Av tí at júst hetta er høvuðsendamálið, er týdningarmikið, at virkispraktikkplássið verður funnið í samráð við tann unga. Talan skal vera um øki, har tann ungi hevur hug at royna seg. Hugsandi er, at henda skipan kann verða umsiting av ALS, sum hevur førleikarnar og umstøðurnar at fáa skipanina at virka. Skipanin eigur eisini at fevna um ung fólk, sum vegna arbeiðsloysi ella aðrari orsøk eru undir veingjabreiði Almannastovunnar, t.d. ungir forsyrgjarar, fólk við sosialum, sálarligum og kropsligum trupulleikum o.o. Skipanin er gjølligari lýst í hjáløgdum skjølum. Hugsandi er, at eitt nú Nærverkið í stóran mun kann nýta skipanina, m.a. í sambandi við rekrutering av nýggjum starvsfólkum. Nærverkinum fer at vanta umleið 300 starvsfólk í 2015, og umráðandi er tí at, at stovnurin kann arbeiða miðvíst við rekrutering. Ein annar fyrimunir við skipanini er, at tey, ið velja at arbeiða innan hetta økið kunnu nýta arbeiðstíðina sum grundarlag undir umsóknum til útbúgvingar innan hetta økið, t.d. til Sjúkrarøktarfrøðingaskúlan, Heilsuskúlan o.l. Eisini Strandfaraskip Landsins og Vaktar- og Bjargingartænastan kunnu hugsast at nýta skipanina, og hevur tað tann fyrimun við sær fyri arbeiðstakaran, at tíðin kann telja við sum siglingstíð, um farið verður undir maritima útbúgving. Mett verður, at skipanin kann vera klár at seta í verk 1. juli 2010. Tilmæli 3 Aktivering – ein byrjan Av tí, at eingin skipað aktivering er í Føroyum, verður mælt til at farið verður undir at skipa aktivering. Eisini verður mælt til, at politisk støða verður tikin til spurningin, hvørt aktivering skal verða ein rættur, ein skylda ella bæði. Hetta eigur at verða gjørt við lóg. Mælt verður eisini til, at farið verður undir at fyrireika aktiveringsskipanir til aðrar málbólkar enn ung. Í hesum sambandi verður víst til Tilmæli 2 um virkispraktikk, sum - tá ið virkispraktikkin ikki er partur av útbúgving – er at meta sum aktivering. Aktiveringsskipan Mælt verður til, at ein aktiveringsskipan – líknandi henni, sum í 1990’unum varð skipað undir heitinum Ung í arbeiði – verður tikin upp aftur. Tiltakið er aktivering, ætlað teimum, sum ikki fara undir útbúgving beinanvegin og sum tað ikki eydnast at fáa pláss í virkispraktikk. Mælt verður til at aktiveringsskipanin eisini verður nýtt til teirra, sum eru undir veingjabreiði Almannastovunnar vegna vantandi arbeiði, soleiðis at tryggjað verður, at hesi ikki gerast sosialir klientar á ungum árum. Tilboðini eiga eisini at venda sær til teirra, sum hava aðrar trupulleikar enn bert arbeiðsloysi. Aktiveringin kann skipast við heimild í kunngerð nr. 78 frá 28. mai 1996 um aktivering av forsorgarstuðli. Eftir hesi kunngerð skal umsøkjari, ið fær forsorgarhjálp, innan 3 mánaðir fáa í boði at vera við í verkætlanum. Sýtir tann arbeiðsleysi fyri at luttaka í aktiveringini, kann forsorgarveitingin verða minkað. Tíðin, ein er við í verkætlanum, eigur at vera 6 mánaðir um árið. Arbeiðsvikan er sett til 25 tímar. Tann arbeiðsleysi, sum er í aktivering, hevur sostatt eisini tíð at søkja sær størv ella at fyrireika seg til útbúgving. Mælt verður til at aktiveringsskipanin verður skipað sum eitt samstarv millum land og kommunur, eins og gjørt var í 1990’unum. Tá rindaði landið lønina til teirra, sum fingu arbeiðstilboð, meðan kommunurnar bóru kostnaðin av fyriskipan, arbeiðsleiðslu og tilfari. Hóast kommunurnar og Almannastovan í felag samskipa tilboðini og finna uppgávurnar, forðar hetta ikki fyri, at arbeiðsuppgávurnar kunnu vera hjá stovnum undir landinum, ella í summum førum hjá privatum arbeiðsgevarum. At kommunurnar fáa samábyrgd av skipanini kann gerast ein fyrimunur, serliga tá tað snýr seg um at hjálpa teimum ungu undir 18 ár, ið ikki hava rætt til hjálp eftir forsorgarlógini. Aktiveringstilboðini skulu finnast í samstarvi við hvønn einstakan, so at tryggjað verður, at tilboðini svara til ymsu aldursbólkarnar, til útbúgvingarstøðið og aðrar førleikar hjá teimum ungu. Uppgávurnar mugu vera av slíkum slagi, at tær ikki taka arbeiði frá øðrum, t.d. samfelagsgagnligar uppgávur, sum liggja á láni í dag. Hjá teimum yngstu kann talan t.d. vera um at snøgga øki í kommunum, at gera gøtur og fríøki, spælipláss og felagshús. Eisini ber til at skipa arbeiðsroyndir á almennum arbeiðsplássum, t.d. at tey ungu kunnu vera við til at hugna um tey gomlu á sambýlum, arbeiða innan frílendis- og umhvørvisøkini hjá kommununum og hjá Umhvørvisstovuni, vera við til at gera sendingar, smíða pallar v.m. hjá kringvarpinum og á Tjóðpallinum og at leiðbeina ferðafólk fyri kunningarstovurnar o.s.fr. Hjá teimum eldru, ið hava arbeiðsroyndir, útbúgving ella aðrar førleikar, er umráðandi at tey framhaldandi kunnu menna sínar førleikar í aktiveringstilboðnum. Ein møguleiki er at aktiveringsskipanin fær samstarv í lag við sjálvbodnar felagsskapir, ið eiga at hava nógvar uppgávur, ið fólk við góðum bókligum førleika kunnu taka á seg. Tað kunnu vera felagsskapir sum Reyði krossur, Barnabati, Kvinnuhúsið, Amnesty International, sjónleikarafeløg, ítróttarfeløg og mong onnur. Mett verður, at aktiveringsskipanin kann verða sett í verk 1. juli 2010.