Hóast eg skrivi nógvar politiskar greinar, so dámar mær eisini at skriva um onnur evni. Tey kunnu hóskandi fáa pláss her. Og so gevi eg sjálvsagt eisini pláss fyri teimum politisku viðmerkingunum. Nútíðar samfelag eftir slupptíðar fyrimynd . Fyri umleið 200 árum síðani vóru bygdir sum Hvalba og Sandur millum størstu bygdir í Føroyum. 100 ár seinni vóru Fuglafjørður, Klaksvík, og aðrar slupp-háborgir tær størstu bygdirnar. Í dag er Havnin nógv tað størsta plássið í landinum og Runavík (og bygdir/býir har um vegir), sum vóru mestsum manntómar fyri 100 árum síðani, teljast eisini millum størstu plássini. Men hvat er tað sum hendir við okkara bústaðarmynstri? Livilíkindini avgerandi. Fyri 200 árum síðani vóru Føroyar eitt bóndasamfelag, og tí var natúrligt, at fólk fluttu til tær bygdirnar, har landbúnaðurin hevði bestu gróðrarlíkindini. Seinni kom slupptíðin, og tá blómaðu bygdir, har millum annað atløguviðurskiftini vóru góð. Fólkið flutti til støð, har arbeiði var at fáa og har livilíkindini annars vóru tey bestu. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað eisini at verða í framtíðini. Tíðir broytast. Slupptíðin og bóndasamfelagið eru farnar tíðir, og nú eru heilt onnur viðurskifti avgerandi fyri, hvar fólk velja at búsetast. Jørð og náttúruhavnir hava ikki so nógv at týða longur, og fólk trunka seg saman á stórplássum. Men onkursvegna hava vit ilt við at sleppa teimum farnu tíðunum, og berjast tí við hond og fót ímóti hesi natúrligu fólkaflyting. Framtíðar bústaðarmynstrið. Eg ivist ikki í, at nógv tann størsti parturin av føroyingum í framtíðini fer at búgva í økinum Tórshavn, Skálafjørður og Klaksvík (og sjálvandi eisini í bygdunum sum liggja uppat hesum økinum), og her verður Skálafjarðartunnilin ein týðandi partur. Hetta fer at henda, líkamikið hvussu ofta vit brúka orðini miðspjaðing, útjaðarastuðul og bygdamenning. Fólk vilja búgva tættari saman, og hesi gongdini kunnu vit ikki forða fyri við politiskum tiltøkum – og hví skuldu vit tað? Sjálvandi er tað harmiligt, hvørja ferð ein smábygd doyr út. Tað munnu øll vera samd um. Men hava vit nakað val? Liva ikki av hugna. Øll munnu vera samd um, at ein vissur hugni er í sluppum, torvskurði og ullararbeiði. Men tann sum sjálvur hevur livað í teirri tíðini, ynskir hana neyvan aftur, tí tað var ikki serliga liviligt. Føroyingar høvdu ikki kunnað staðið einsamallir eftir við vaðbeinið í 2009, meðan aðrar tjóðir fylgdu tøkniligu menningini. Soleiðis verður eisini við smábygdunum. Nútíðar ungdómur krevur meira enn tað, tær hava at bjóða, sjálvt um tær eru sera hugnaligar. Mugu fylgja tíðini Vit stríðast í løtuni um politivaktir, læknavaktir, samferðsluútbyggingar, orkuspurningar o.s.fr. Hetta gera vit, tí vit búgva so spjatt, og vit hava ikki ráð at veita tær tænastur, sum eru neyðugar. Bústaðarmynstrið frá bóndasamfelagnum og slupptíðini hóskar ikki til nútíðina. Vegastrekkini eru dupult so long, sum tey áttu at verið. Vit brúka í tonsavís av brennievni, fyri at flyta okkum aftur og fram eftir hesum longu vegunum. Vit fáa illa brúkt fjarhita, tí rør skulu leggjast til hvørt einstakt hús, og húsini standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum. Tað er tí sera umráðandi, at vit hava hetta í huga, tá framtíðar íløgur verða gjørdar. Vit hava ikki ráð til at liva í einum nútímans samfelag, sum er samansett eftir slupptíðar fyrimynd. Helgi Abrahamsen Hokuspokus filiokus. Eins og gandakallurin kann hála eina kanin upp úr tóma hattinum, soleiðis skuldi Búskapargrunnurin brúkast til at hála ein milliard upp úr einum tómum kassa. Tingið feldi í farnu viku eitt uppskot frá Tjóðveldi og Miðflokkinum um at stovna ein búskapargrunn. Talan er um ein gamlan kenning, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós meðan fullveldislandsstýrið sat. Grunnurin skuldi tá fíggja sokallaðu skiftistíðina, meðan flutt varð yvir til “sjálvberandi búskap”. Uttanlandsnevndin fekk í tí sambandinum, frá landsstýrinum, eina sokallaða ”framskriving av landskassa og búskapargrunni”, sum skuldi vísa, hvussu landskassin kundi gera seg leysan av donsku heildarveitingini við hjálp av Búskapargrunninum. Men framskrivingin var eitt stórt bluff-nummar øll sum hon var. Ein milliard upp úr hattinum. Tað fyrsta sum skuldi henda við Búskapargrunninum var, at ein milliard krónur skuldu flytast úr landskassanum yvir í Búskapargrunnin. Hetta sást á roknistykkinum fyri Búskapargrunnin (sum sjálvsagt bleiv eina milliard krónur ríkari), men tað sást ikki á roknistykkinum fyri landskassan, at hann bleiv eina milliard fátækari. Tey eftirfylgjandi árini skuldu pengar so flytast yvir aftur í landskassan, so hvørt sum heildarveitingin úr Danmark minkaði. Men nú sást tað knappliga á báðum roknistykkjunum, at pengar komu í landskassanum so hvørt sum teir minkaðu í Búskapargrunninum. Við at flyta eina milliard aftur og fram millum landskassan og búskapargrunnin (og bara telja landskassans part annan vegin) bleiv landskassin (í hvussu so er á pappírinum) eina milliard krónur ríkari. Soleiðis bar til at fáa roknistykkið at hanga saman. - Yvirskot hvørt ár, og eingin legði til merkis, at ein milliard bleiv burtur. – Hokuspokus, filiokus! Ein grunnur framleiðir ikki pengar . Tjóðveldisflokkurin var so glaður fyri hetta roknistykkið, at flokkurin sendi eitt lesarabræv til bløðini við yvirskriftini “Tað ber til”. Í lesarabrævinum varð víst til roknistykkið, sum var eitt slag av “prógvi” fyri, at vit kundu sleppa okkum av við heildarveitingina, uttan at landskassin fekk undirskot av teirri orsøk. Síðani hava vit ofta hoyrt búskapargrunnin verið nevndan sum amboðið, ið skal tryggja okkara búskap. Sjálvandi kann tað vera skilagott at hava ein grunn at goyma pengar í (serliga um vit eiga pengar at leggja í grunnin). Men vit eiga ikki at brúka ein grunn til at villleiða fólk við, og so skulu vit eisini minnast til, at ein grunnur framleiðir ikki pengar. Ivasamar inntøkur. Í uppskotinum sum tingið feldi í farnu viku stóð, at inntøkurnar til grunnin skuldu koma frá kolvetnisvinnuni (har er framvegis einki at heinta), frá avlopi landskassans (sum í løtuni hevur stórt undirskot), frá einskiljingum av almennum partafeløgum (hóast einki verður einskilt í løtuni), frá blokkstuðlinum (sum uppskotsstillararnir ynskja har piparið grør) og so frá tí, sum alt hetta kastar av sær (og tað kastar einki av sær, tí tað er bara til á pappírinum). Eg taki fult undir við tankanum um at hava ein búskapargrunn, men hann ger onga nyttu, um eingir pengar eru at seta í hann, og tað nyttar heldur ikki at skriva seg fram til eina milliard, sum ikki er til. Helgi Abrahamsen. Tónleikabólkurin 200 er komin á marknaðin við eini nýggjari fløgu, sum nevnist Stokholmssyndromið. Fløgan hevur fingið navn eftir teirri sinnisstøðu, sum gíslar koma í, tá teir velja at elska sínar gíslatakrar. Við hesum vilja teir í 200 vísa á, at føroyingar eru gíslar hjá dønum, men at vit kortini elska henda ræðuliga ”gíslatakaran”, sum náðileyst dýkir okkum undir við pengum og góðum tænastum. Men lat okkum hyggja eftir hesum spurninginum, um vit eru gíslar. Valdið liggur í Føroyum . Tað er einki at ivast í, at áðrenn heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, høvdu tey flestu ta fatan, at alt tað politiska valdið lá í Danmark. Við Heimastýrislógini fingu føroyingar ein part av hesum valdinum – tó ikki alt. Men í dag er støðan ein onnur. Skiftandi danskir forsætismálaráðharrar hava sagt, at tað eru føroyingar sum gera av, um vit vilja verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ikki. Eisini er lógin nú orðað soleiðis, at vit sjálvi ráða fyri, nær málsøki verða yvirtikin. Alt valdið liggur sostatt hjá Føroya fólki og tað stendur okkum frítt at ríma úr ríkinum. Synd er at siga, at hetta minnir um eina gíslatøku. Summi taka beinleiðis undir við galdandi skipan, meðan onnur í verki hava víst, at tey ikki hava gjørt allar tær yvirtøkurnar, sum stóðu teimum í boði, og tey hava heldur ikki tikið fullveldi, tá tey høvdu tann møguleikan. Harumframt hava tey latið seg valt á fólkating at lóggeva fyri felagsmálini og hava harvið viðurkent fólkatingið sum lóggávuting fyri Føroyar. Eru ikki gíslar Vit hoyra ofta hesi orðini, at vit skulu vera gíslar ella trælir, men neyvan finst nakar gísli ella trælur í heiminum, sum ikki gleðiliga hevði vilja býtt síni lívskor um við korini hjá føroyingum. Eg hevði eisini vilja sæð tann føroying, sum hevði vilja býtt um við ein træl. Vit eru ikki gíslar, men vit vilja vera í ríkisfelagsskapi, tí vit hava tað betri innanfyri ríkisfelagsskapin enn vit høvdu havt tað uttanfyri. Og danir kunnu ikki gera við, at føroysk loysingarfólk ikki tora at loysa, av ótta fyri at missa teir ágóðar, sum henda ”gíslatøkan” gevur teimum. Nei gíslar eru vit ikki, og tann sum heldur at vit eru tað, kann ikki hava skilt rættiliga, hvat ein gísli er fyri nakað. Ein annar spurningur er, um tað ikki er okkurt slag av stokholmssyndromi, tá tað ganga fólk í Føroyum og elska politiskar flokkar, sum arbeiða við hond og fót, fyri at taka vælferðatænasturnar frá teimum til frama fyri politiskt vald og fullveldi. Tjóðveldi er í ringum lag. Av eini ella aðrari orsøk er Tjóðveldi í sera ringum lag fyri tíðina, og hetta hevur bara økt um trongdina til at fáa umrøðu í fjølmiðlunum. Men ikki kann sigast, at evnini, sum tey blása upp fyri almenninginum, eru serliga áhugaverd ella viðkomandi. Tjóðveldi sendi í farnu viku tvær klagur – eina til løgmann og eina til formansskap løgtingsins, viðvíkjandi trimum landsstýrisfólkum og einum av næstformonnunum í løgtinginum. Hetta, at klagað verður um fýra politikarar í somu viku, man vera nýtt føroyskt met. Men umframt hesar klagurnar hava tey eisini grenjað í fjølmiðlunum um alt millum himmal og jørð hesa seinastu tíðina. Vit fingu nú ein dagin at vita, at Tórbjørn Jacobsen var í øðini um sendingina X-faktor, og at hann hevði ikki sjónvarp heima við hús. Tað í sær sjálvum er í fínasta lagið, men eg veit bara ikki, hví tað skal varpast út í fjølmiðlunum. Fyri meg kann tað í hvussu so er vera líkamikið, hvørjum næstformaðurin í Tjóðveldi tímir at hyggja eftir, og hvørjum hann ikki hyggur eftir. Tað næsta sum hendi var, at sami maður (við ongum sjónvarpi), var í øðini, tí Dagur og Vika varð flutt. - Kann tað ikki gera tað sama, tá maðurin kortini ikki hevur sjónvarp? Og nú skrivar Portalurin, at Tobbi hevur ynskt Lindu tillukku. So vita vit tað, men munnu ikki fleiri onnur eisini hava ynskt henni tillukku, uttan at tað kemur á Portalin? Klaga um ein næstformann. Nú er Tjóðveldi farið undir eitt nýtt átak, sum er at senda klagur til løgmann og formanskapin í løgtinginum (og sjálvandi eisini tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har boðað verður frá, at tey hava klagað). Fyrsta klagan var um John Johannesen, sum eftir mínum tykki segði meira enn gott var, tá hann sat í formanssessinum. Men rætt skal vera rætt, hann segði ikki meira enn tað, sum so øðiliga nógv onnur hugsa. Hví í allari víðu verð skulu Sosialurin, Portalurin, Rás 2 og onnur boða øllum føroyingum frá, hvussu lagið broytist á tjóðveldisfólki frá degi til dags? Eg eri eisini í ringum lag viðhvørt, men eg fari ikki í bløðini við tí. Hetta er farið at minna um ta tíðina, tá Útvarpið hvønn morgun mátti siga, hvussu nógvan febur Boris Jeltzin hevði. Klaga um landsstýrisfólk Sjálvandi hevur næstformaðurin í Tjóðveldi rætt í tí, at landsstýrisfólk eiga at vera í tingsalinum, tá mál sum viðvíkja teirra málsøkjum eru til viðgerðar. Tey eiga at vísa áhuga fyri øllum, sum hevur við teirra málsøki at gera, eisini tá uppskot frá øðrum eru til viðgerðar. Frávera signalerar manglandi áhuga. Men tá tað er sagt, so haldi eg, at viðgerðin í tinginum mangan fer sera langt burtur frá málinum, og ein av teimum ringastur at órógva tingviðgerðirnar, er júst sami maður, sum nú hevur klagað landsstýrisfólkini fyri ikki at tíma at lurta eftir sær. Eg haldi avgjørt ikki, at hann sum ákærir er nøkur góð fyrimynd, hvat atburði í tingsalinum viðvíkur. Annars er hetta við at vera burturstaddur ikki bara galdandi fyri landsstýrisfólk. Løgtingið viðgjørdi í farnu viku eitt uppskot frá Tjóðveldi um at skipa Føroyar sum fullveldi. Tá vóru ikki færri enn 5 tinglimir hjá Tjóðveldi burturstaddir, so um uppmøtingin avspeglar áhugan fyri málinum, so sigur tað ikki so lítið. Helgi Abrahamsen. løgtingsmaður. Lámur. (Grein, sum er skrivað til leikskránna hjá StÍF). Millum hondbóltsspælarar verður tað roknað sum ein dygd at vera lámur, men so man eisini alt vera sagt um fyrimunirnar av tí. Á flestu økjum í samfelagnum er tað sjálvdan ein fyrimunur at brúka vinstru hond. Hetta við at vera lámur, sær út til at vera arviligt. Pápi mín, beiggi mín og sonur mín eru allir lámar. Teir brúka vinstru hond, har sum vit onnur vildu brúkt høgru. Men okkurt undantak er tó frá hesi reglu. Sonurin brúkar bara vinstru hond, men beiggi mín kastar av eini ella aðrari orsøk við høgru hond, hóast hann ger alt annað við vinstru hond (so fyrimunin sum hondbóltsspælari hevur hann ikki). Pápi mín, sum størsta partin av sínum lívi hevur arbeitt sum handverkari, brúkar vinstru hond til alt, uttan at skriva. Hann er nevniliga frá teirri tíðini, tá føroyski fólkaskúlin ikki bjóðaði undirvísing í skriving við vinstru hond. Lærarar tá í tíðini brúktu nógva orku til eitt so nyttuleyst stríð, sum at fáa lámar at skriva við høgru hond. Onkuntíð eydnaðist tað at flyta blýðantin yvir á høgru síðu, men hondskriftin bleiv sjálvdan nakað at reypað av. Og hvat hevði tað gjørt, um teir sluppu at brúka vinstru hond? Er tað ikki bara ein spurningur um at laga seg eftir umstøðunum? Tá eg fór í 1. flokk, kom eg at sita við síðuna av einum dreingi, sum var lámur. Hann sat á høgru síðu á skúlabeinkinum, og eg á vinstru, so vit skumpaðu illa undir hvønn annan, tá báðir, við álboganum á borðinum, royndu at klóra teir fyrstu bókstavirnar niður á pappírið. Men vit loystu trupulleikan við at býta um pláss. Onkuntíð skal bara ein einføld praktisk loysn til, fyri at innrætta samfelagið til fólkið, heldur enn at broyta fólkið eftir samfelagnum. Pápi mín hevur ongantíð verið ítróttarmaður, so hann hevur ikki havt nakran fyrimun av at kasta við vinstru hond. Beiggi mín hevur í avmarkaðan mun spælt hondbólt, men hann kastar við høgru hond, so hann fekk heldur ikki tann fyrimunin við. Men sonurin spælir hondbólt við vinstru hond, so hann kann brúka fyrimunin við at vera lámur. So hóast eg ikki kann reypa av, at tey ítróttarligu genini koma frá mínari síðu, so eigi eg kanska mín part í lámurin - og tað ætli eg mær ikki at broyta. Soleiðis fáa vit eitt føroyskt sjónvarp. Kringvarp Føroya er komið í fíggjarligar trupulleikar, og alt bendir á, at tað aftur hesaferð er sjónvarpsparturin, sum er ov kostnaðarmikil. Grundleggjandi feilurin við sjónvarpinum hevur alla tíðina verið, at byrjað varð úr skeivum enda. Hvørki politikarar ella nakar annar hevði gjørt sær greitt, áðrenn sjónvarpið varð sett á stovn, hví vit skuldu hava eitt føroyskt sjónvarp. Vit skuldu bara hava tað, tí onnur lond høvdu tað. Ikki fyrr enn seinni vórðu fyrstu ítøkiligu royndirnar gjørdar at finna útav, hvat sjónvarpið skuldi brúkast til, og eg ivist í, um hesin spurningurin nakrantíð er endaliga svaraður. Lopið varð uppum, har garðurin varð lægstur. Føroyskt sjónvarp varð nýtt til at endursenda gamlar sendingar, sum Danmarks Radio hevði sent nakrar dagar frammanundan, og harumframt skuldu nakrar føroyskar sendingar útfylla restina av senditíðini. Hvat teimum føroysku sendingunum viðvíkur, so sær ikki út til, at nakar frá byrjan av, hevur hugsað um, hvussu nógv arbeiði og fíggjarlig orka krevst, fyri at gera eina sjónvarpssending. Eg hoyrdi til dømis nú ein dagin, at sendingarnar um Klaksvíksstríðið (sum til samans vóru einar 80 minuttir til longdar) kostaðu umleið eina hálva millión krónur at framleiða. Hetta skal gjaldast av eini fíggjarætlan, sum fyri alt Kringvarpið liggur á umleið 60 mió. krónur um árið (fyri bæði útvarp og sjónvarp). Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis kann sjónvarpið ikki halda fram. Herd krøv. Fyrstu árini hjá Sjónvarpinum var eingin kapping á økinum. Føroyingar sóu ikki útlendskt sjónvarp, og tí gjørdi tað ikki so nógv, um flestu sendingarnar vóru útlendskar endursendingar. Eisini føroysku sendingarnar vóru væl móttiknar, tí bara tað at síggja eina føroyska sending, var ein uppliving í sær sjálvum. Men tíðirnar broytast, og í dag gevur tað lítla meining at hava eitt sjónvarp, sum sendir útlendskar filmar av tí salgnum, sum flestu hyggjararnir kunnu síggja á øllum teimum útlendsku rásunum. Tí er kringvarpsleiðslan í eini tvístøðu. Tey hava ikki ráð at gera føroyskar sendingar, og tað gevur onga meining at senda útlendskar sendingar. Vit noyðast tí at hugsa heilt øðrvísi, enn gjørt hevur verið higartil. Mínar royndir. Sjálvur havi eg altíð havt stóran áhuga fyri sjónbandaframleiðslu. Sum 16 ára gamal keypti eg mítt fyrsta kamera og byrjaði at taka upp. Útgerðin tá var rættiliga dýr, og góðskan var munandi verri, enn hon er í dag. Redigeringsmøguleikar vóru eingir. Í dag ber til at keypa kamera, fyri ein ótrúðliga lágan kostna. Góðskan er rættiliga góð, og eigur tú eina teldu, so kanst tú sjálvur redigera upptøkurnar. Sjálvandi krevjast royndir, men tær koma skjótt, um tú hevur áhuga fyri fakinum. Um eg, sum 16 ára gamal, hevði sloppið at gjørt eina sjónvarpssending, um tað so var fyri ein symbolskan prís, so hevði eg ikki ligið á boðunum. Ert tú bitin av hesum spennandi miðlinum, so hugsar tú bara um at sleppa at verða við. Seinni keypti eg eitt heilt videostudeo, og fór at arbeiða burturav við hesum. Tað eydnaðist onkra hendinga ferð at sleppa inn gjøgnum nálareygað hjá Sjónvarpinum við onkrari sending, men eg gjørdi skjótt ta royndina, at talan var um eitt nálareygað av teimum heilt trongu. Fyribrigdið Zacharis. Tá fólk verða spurd, hvørjum sendingum tey hyggja eftir í sjónvarpinum, so svara tey flestu, at tey hyggja eftir Degi og Viku, og sendingunum hjá Zacharis Hammer. Hvat er tað við Zacharisi, sum er so spennandi? Mær vitandi er hann útbúgvin skúlalærari, men hann slapp inn í hitan í sjónvarpinum, og hann hevði nøkur hugskot um sendingar, sum fangaðu hyggjararnar. Eg ivist ikki í, at tað ganga nógvir ”Zacharisar” í Føroyum við nógvum ymiskum hugskotum, men teir eru bara ikki slopnir inn í hitan. Nú skal eg ikki gera Zacharis til nakað annað, enn tað hann er, men eg haldi at hann er eitt dømi um ein amatør, sum hevði nøkur hugskot um sendingar, sum vit ongantíð fara at síggja í eini útlendskari sjónvarpsrás. Vit tosa um føroyskt sjónvarp. Lovið amatørunum framat. Míni ráð til kringvarpsleiðsluna eru: Lovið amatørunum framat. Eg veit at øll duga ikki so væl, men gev teimum eitt skeið í einar tveir - tríggjar dagar um, hvussu tey gera eina sending. Lat tey so taka kameraið við sær, tá tey fara á flot, á fjall, ella hvat tey finna uppá. Lat tey byrja við at gera stuttar millumsendingar, ella sendingar, sum verða sendar uttanfyri bestu senditíð, so kunnu tey seinni verða flutt longur fram. Sjónvarp er ikki ein spurningur um at hava ta flottastu útgerðina, men heldur ein spurningur um at hava tað besta hugskotið. Kanska verður tað ikki líka flott sum sendingarnar um Klaksvíksstríðið, - men hinvegin, so kostar tað heldur ikki eina hálva millión hvørja ferðina. Helgi Abrahamsen Mótmælisskriv við skeivari adressu. Andstøðan í løgtinginum hevur sent løgmanni eitt mótmælisskriv, har fýlst verður á arbeiðslagið í løgtinginum. Víst verður á, at ov fá mál verða avgreidd og tíðin at viðgera málini er ov stutt. Hetta er í sær sjálvum ein mótsigandi ákæra, tí jú longri tíð hvørt einstakt mál skal hava, færri mál verða avgreidd. Tað sigur seg sjálvt. Men sæð burtur frá tí, so eri eg samdur í, at arbeiðið kundi verið betur skipað, hóast løgmaður neyvan er tann rætti at senda klaguna til. Men hví er støðan, sum hon er? CHE samgongan. Aftaná valið í januar, fingu vit eina nýggja samgongu, sum ongantíð fekst at virka. • Semja var ikki um býtið av málsøkjum. • Semja var ikki um fíggjarlógina. • Semja var ikki um fiskivinnupolitikkin (kabinetspurningin). • Semja var ikki um tunlar. • Semja var ikki um blokkstuðulin o.s.fr. Tinglimir í CHE kallaðu sjálvir politikkin fyri “kaos kontroll”. Allur hesin ruðuleikin endaði við teirri pínligu “lásagøluni”, sum var ein stór vanæra fyri alt tað føroyska samfelagið. ABC samgongan. Úr øskuni av CHE ruðuleikanum, reisti seg ein nýggj samgonga, ABC. Samgonguskjalið varð undirskrivað tann 25. september, og dagin eftir blivu landsstýrisfólkini vald. Longu fyrsta dagin í sessinum, skuldi nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja uppskot fyri tingið um fíggjarlóg fyri 2009. Til samanberingar kann nevnast, at CHE samgongan brúkti heilar 80 dagar um at fáa sítt uppskot til fíggjarlóg fyri tingið. Henda avmarkaða tíðin hevur sjálvsagt sett stór krøv til samgonguna, men sum heild hevur arbeiðið gingið væl – serliga um vit samanbera við arbeiðslagið hjá undanfarnu CHE samgonguni. Eitt róp frá síðulinjuni. Tað tykist rættiliga løgið, at somu flokkar og persónar, sum umboðaðu CHE ruðuleikan, nú standa á síðulinjuni og fýlast á arbeiðslagið hjá ABC. Munnu tey halda, at føroyingar longu hava gloymt tað sum hendi frá januar til september í ár? – Ella hava tey kanska sjálvi gloymt tað? Og hví taka tey nú so synd í pensjónistunum? Munnu tey halda, at pensjónistarnir hava gloymt, at CHE samgongan ætlaði at lækka inntøkurnar hjá landskassanum uppaftur meira í 2009? Andstøðuflokkarnir eiga at vita, at pensjónistarnir eru ikki hvør sum helst. Talan er um persónar við longum lívsroyndum, sum bæði hava uppliva góðar og ringar tíðir. Tað nyttar lítið at fyrigykla teimum, at tað ber til at lækka inntøkurnar, uttan at tey veikastu í samfelagnum merkja tað. – Og tað er millum annað tað, sum tey merkja nú. Helgi Abrahamsen. Tobbi fuskar við tølunum. 2,5 mia. í undirskoti í bestu tíðum – er tað “sjálvberandi búskapur"? Í eini grein, sum stóð í bløðunum týskvøldið, skrivar Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at fullveldislandsstýrið kutaði somikið av blokkinum, at hann í veruleikanum er 800 milliónir krónur lægri um árið í dag, enn hann hevði verið, um onki varð gjørt tá. Víðari sigur Tobbi: “Sama landsstýri hevði yvirskot á løgtingsins fíggjarlóg øll árini – samlað slakar 3 milliardir í sløk 6 ár.” Hetta er ein pástandur, sum verður endurtikin rættiliga ofta, men tølini eru skeiv. Tøl úr leysum lofti. Fyri tað fyrsta hevur talið 800 mió. einki við veruleikan at gera, og eg veit heldur ikki, hvussu Tórbjørn hevur borið seg at, við at koma fram til hatta talið. Harafturat eru tær tríggjar milliardirnar í avlopi rundaðar rættiliga væl uppeftir. Rætta talið liggur um 2,6 milliardir. Men við í hesum avlopinum eru umleið 5,1 mia. í blokkstuðli, umframt aðrar veitingar frá ríkiskassanum. Um vit bara trekkja blokkstuðulin frá avlopinum, so hevði fullveldislandsstýrið eitt samlað undirskot á 2,5 milliardir krónur í 6 ár (í meðal 417 mió. krónur í undirskoti um árið), og hetta vóru somu ár, sum fólk ferðaðust landið runt við boðskapinum um, at vit skuldu hava “sjálvberandi búskap” og fullveldi. 2,5 mia. í undirskoti í bestu tíðum (tá eru ríkisveitingarnar, sum liggja uttanfyri blokkstuðulin taldar við á inntøkusíðuni) – er tað “sjálvberandi búskapur”, harra Tórbjørn Jacobsen? Íslendskar sendistovur undir føroyskum flaggi. Føroyingum stendur í boði at nýta íslendsku sendistovurnar í Moskva og Geneve. Tað fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at vita, undir vitjan síni í Íslandi í hesi vikuni. Hetta kunnu vit fegnast um. Men áðrenn vit taka av tilboðnum, noyðast vit at kanna eftir, hvør føroyski politikkurin er á hesum økinum – og her loypur ketan av. Fyri sløkum tveimum árum síðani, arbeiddi landsstýrið við at opna eina føroyska sendistovu í Reykjavík. Tá vóru danir so beinasamir at geva okkum sama tilboð, sum íslendingar nú bjóða okkum, men í Føroyum var stór mótstøða ímóti hesum. Tað mátti ikki henda, at føroyingar fóru at húsast á eini danskari sendistovu, har danska flaggið veittraði uttanfyri. Tað kundi heldur ikki góðtakast, at bæði føroyska og danska flaggið vóru har. Nei har skuldi bara tað føroyska flaggið vera. Hetta var orsøkin til, at føroyingar ikki tóku av danska tilboðnum í Reykjavík. Tað er sjálvsagt vakurt gjørt av íslendingum at bjóða okkum innivist á teirra sendistovum, og sjálvandi eigur Jørgen Niclasen at takka teimum fyri tað. Men eg eri bangin fyri, at vit kunnu ikki taka av tilboðnum, tí vit kunnu ikki krevja, at íslendsku sendistovurnar í Moskva og Geneve, skulu flagga við føroyskum- og bara føroyskum flaggi. Helgi Abrahamsen Klokkuklárar mannagongdir til sølu. Hví er ein støða galdandi, tá tað rakar ein sjálvan, og ein onnur støða, tá tað rakar onkran annan? Málið um at bjarga Smyril Line úr fíggjarkreppuni, sum felagið var komið í, hevur fingið nakað av umrøðu í fjølmiðlunum hesa seinastu tíðina. Serliga hava tinglimir hjá Tjóðveldi verið raskir við penninum. Eg skal ikki draga hetta málið fram aftur, men loyvi mær tó at gera hesa samanberingina. Tann 15. apríl 2005, varð eitt uppskot lagt fyri løgtingið um almennan stuðul til rækjuflotan. Tórbjørn Jacobsen, sum tá átti eitt rækjuskip, og sum nú hevur úttalað seg ógvuliga harðliga ímóti bjargingini av Norrønu, vildi als ikki luttaka í orðaskiftinum í tinginum um rækjuskipini. Í vinnunevndini boðaði hann somuleiðis frá, at hann vildi ikki luttaka í viðgerðini, og tá atkvøtt varð, fór hann út úr tingsalinum og luttók ikki í atkvøðugreiðslunum. Men nú, tá onnur standa á skránni, er støðan ein heilt onnur. Nú skrivar Tórbjørn Jacobsen eitt langt álit, hann úttalar seg til fjølmiðlarnar og hann atkvøður. Eg havi tí hug at spyrja: Hvar eru nú tær “klokkukláru mannagongdirnar”, sum Høgni Hoydal plagar at tosa um? Hví er ein støða galdandi, tá tað rakar ein sjálvan, og ein onnur støða, tá tað rakar onkran annan? Helgi Abrahamsen