Brúkaranavn: Loyniorð: Goym innritsupplýsingar. Forsíða . Goymsla . Samband . Fá boð, tá nýtt er at frætta . Broytingarbloggan. Tá eg havi sagt A og stillað upp til Løgtingsval, kann eg eisini siga B fyri bloggu. Og tá eg havi orð fyri, at vera væl skorin fyri tungubandinum, ja so kann eg tað sama eisini royna meg á blogguni. Flaggdagsrøða 09, hildi í Fuglafirði. Skrivað hevur: kristina25-04-2009 06.47 Góðu fundarfólk - góðu gestir – góðu fuglfirðingar – góði borgari! Fyrst vil eg, sum forkvinna í mentamálanevndini hjá Fuglafjarðar Býráð, takka hornorkestrinum fyri tann heiður at fáa høvi at halda hesa røðu á flaggdegnum 25. apríl 2009. Somuleiðis vil eg takka tykkum hjartaliga fyri tykkara trúðfasta íðni at ríka okkara bý við yndisliga tónablástri tykkar, ið altíð gevur eina kenslu av lættleika. So er eitt ár fari aftur um bak. Myrki veturin hevur lagt frá sær brynju og svør, og ein nýggj árstíð hevur markað seg, og vit eru farin inn í eina ljósari tíð við sprettandi ongum og ljómi av lívi. Í hesi løtu, rennur fram fyri mær ein regla úr einum vársangi, ið fuglafjarðar gentukór framførdi í 1984, tá vitjað var hjá Danmarks Radio pigekor. "Lýtt er í bø og haga, kavin hann er tánaður. Dýr í áum baða, nú er ikki kalt longur” Við veittrandi merki okkara kunnu vit í dag heilsa hesi nýggju árstíð vælkomin. Flaggið ber navnið Merkið. Í orðabókini stendur orðið MERKI í týðingini av at varnast, at geva gætur, eitt sermerki ella eitt eyðkenni. Og tað er helst eyðkenni, ið vit best kunnu nýta, tá vit sum føroyingar skulu føra fram okkara kenslur fyri Merkinum. Tí Merkið er eitt eyðkenni, ið markar ein part av samleika okkara. Lat meg koma eitt sindur nærri hesum pástandi. Eins væl og Føroyar eru settar á heimskortið og vit øll viðurkenna, at hetta er okkara land, soleiðis eisini við Merkinum,- tað er okkara. Júst litirnir reytt, blátt og hvítt, eru okkara litir. Og krossurin er okkara krossur,- tekin um at vit eru ein Kristin tjóð. Og vit kenna okkum aftur í flagginum. Vit fáa tjóðskaparkenslur, tá ið flaggið verður vundið á stong. Hvør kennir ikki hvussu sterk okkara tjóðskapar kensla gerst tá vit, eitt nú í feriutíð - í fjarskotnum londum - síggja eitt lítið flagg á einari matstovu, ella tá ið vit í fremmandari havn síggja eitt føroyskt skip veittra við merkinum. Í dag eru tað tíbetur bara tey fægstu av okkum, sum minnast, at merki hevur verið atvold til mangt eitt stríð í føroyskari søgu. Men brádliga í 1940 ridlaði heimsfriðurin. Vit fingu øll ein felags fígginda, og Merkið var einasta lógliga flagg í føroyskum viðurskiftum, og vit stóðu saman um Merkið, og hava gjørt tað síðani. Tað er neyvan nakar føroyingur í dag, ið ikki viðurkennur føroyska Merkið fram um danska Dannebrog. Tí kunnu vit í dag líta at veitrandi føroyska Merkinum við fullari eigarakenslu. Okkara flagg – okkara tekin - okkara ímynd. Hvat liggur so aftan fyri ímyndina. Hvør er henda tjóð ella hesi fólk? Hvør er henda føroyska familjan ella einstaki føroyingurin? Hvør er fuglfirðingurin, ella hvør ert tú? Í tí stóra og heila eru vit helst sum flest øll onnur fólkasløg í Europa, har útbúgving og vitan vinnur altsamt meira frama, bæði í politiska orðaskiftinum og eisini í gerðandisdegnum, ið er merktur av at vit altsamt meir og meir hava tikið hugtakið “globalisering” til okkum, og á ein ella annan hátt fallin við í meldurrákinum, ið sigur nakað soleiðis “vit mugu hyggja út um okkara landoddar, fylgja við á øllum økjum, kanna møguleikar fyri samstarv við útheimin, víðka horisontin, fáa størri javnstøðu osf.” Eins og vit helst innan familjuøkið hava ein nøkulunda góðan og sunnan gerðandisdag, har fleiri av Maslows tørvum verða nøktaðir, herundir taka vit tað sum givið, at fáa mat hvønn dag, fáa klæði at fara í, tak yvir høvd, hava arbeiði og frítíðarlív,- samstundis sum vit hava skúlatilboð til allar aldrar, heilt frá vøggustovu og uppí pensjónsaldur. Samanumtikið eru vit føroyingar helst sum flest øll onnur fólkasløg í Europa. Tó er eitt eyðkenni, ið liggur mær á hjarta at nema við, ið eg ikki haldi er nakað at verða stolt av og ið vit eiga at sleppa okkum av við sum skjótast. Og tað er tann so kallaða “jantilógin”. Jantilógin eyðkennir tíverri alt ov nógv okkara tjóð, okkara land, okkara bý, - teg og meg. Vit eru alt ov nógv upptikin av at halda hvørjum ørðum niðri. Halda at eingin skal halda seg vera nakað serligt. Eingin skal eydnast betur enn ein annar. Og um okkurt eydnast ordiliga væl hjá einum av okkara bygdafólkum, ja eydnast betur enn hjá okkum sjálvum, so mugu vit finna okkurt, ið ikki sær so gott út. Okkurt mistak, ið vit kunnu duka niður á. Innast inni er tað neyvan soleiðis vit ynskja at uppføra okkum fyri hvørjum ørðum, men soleiðis er tann barski verðuleikin nú einaferð. Soleiðis livir jantilógin í okkum og hon niðurbrýtir so nógv gott í tí fólki her býr. Niðurbrýtir so nógv gott, ið býr í okkum. Vit eiga at taka saman lógvatak og broyta hetta. Serliga nú vit standa í eini niðurgangstíð, har samfelagshjólini fara at mala seinri og har vinnan, íleggjara og vit sjálvi standa ivandi fyri, um nú bankakreppan eisini stendur fyri durum í Føroyum. Vit hava tørv á viðurkenning. Viðurkenning fyri tey vit eru. Vit hava tørv á at hoyra rósandi orð um tað, ið vit eru góð til. Vit hava tørv á at fáa eitt herðaklapp tá vit gera okkurt gott. Vit hava tørv á at tosa gott um hvønn annan. Vit hava tørv á at fáa uppbygging og stuðul frá okkara næsta. Lat okkum tí seta málsetiningin um at niðurbróta jantilógina, og ístaðin uppbyggja persónligu sjálvskensluna, ið er grundarsteinurin fyri at teir førleikar hvør einstakur av okkum hevur fingið, veruliga fær gott gróðrarlendi. Førleikar sum skapanarlyndi, lærdómur, arbeiðsíðni, vísdómur, kreaktivitetur, spontanitetur og nógv nógv annað. Hesir førleikar eru okkara tilfeingi, og er lykilin til alla menning,- bæði av vinnu, útbúgving, trivna, mentan og vælstandi. Viðurkenningin, herðaklappi, góða umtalan, uppbyggingin og stuðulin til okkara næsta, má ganga út um okkara egnu familju, uttan mun til hvønn atburð ella hvønn holdning hvør einstakur hevur, óansæð hvønn trúðarbólk vit hoyra til og út um politiskan lit. Hesin málsetningur er ókeypis og heystar nógvan vinning. Og eg eri sannførd um, at hetta vil byggja land, og hetta er tað vit eiga at seta okkum sum mál fyri komandi tíð. Lýta vit at Merkinum, so lat tað verða okkara leiðbeinari á hesi nýggju kós,- at niðurbróta jantilógina. Lat okkum síggja krossin, sum tann góða og uppbyggjandi andan, sum í okkum býr og sum ynskir at oysa av sær viðurkenning og kærleika til hvønn annan. Lat okkum síggja bláu rondina, sum ein verjugarð, ið skal stuðla hvønn einstakan av okkum. Og lat okkum síggja hvíta dúkin, sum tekin um at jantelógin er reinsað burtur. Tá verður flagg okkara Merkið, ein ímynd av einari ríkari uppbyggjandi tjóð, har hvør einstakur er virðismikil samfelagsborgari. Takk fyri at tit lýddu á. Merkið veitrar fyri tær. Góðan flaggdag! Viðvíkjandi tunnilsgerð á strekkinum Kambsdalur – Millum Fjarða . Undiritaða setti henda fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, á løgtingsfundi tann 25. februar 2009. 1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu frammarlaga hon raðfestir tunnilin á vegastrekkinum Kambsdalur – Millum Fjarða? 2. Um so skuldi verið, at landsstýriskvinnan ikki ætlar at raðfesta hesa íløgu sum eina av teimum fyrstu tunnilsíløgunum, er so nakað til hindurs fyri, at stigtakarar, sum trúgva upp á verkætlanina, kunnu fáa loyvi at fara ígongd eftir sama bygnaði og fíggjarligum leisti, sum nýttur verður í sambandi við Skálafjarðatunnilin? Viðmerkingar Spurningurin um eina fjallasmoga á teininum Kambsdalur – Millum Fjarða varð fyrstu ferð reistur í Løgtinginum í 1978. Ynski um at fáa eina styttri farleið kom fyrst og fremst frá vinnulívinum í økinum; serliga var tað tann tunga og alsamt vaksandi vinnan í Fuglafirði, ið hevði stóran flutingstørv. Síðan tá kann staðfestast, at bæði bil- og farmaflutningurin er øktur mangar ferðir. Sambært yvirskipaðu útbyggingarætlanini av samferðslukervinum í 1999, segði ein kost-nyttukanning (Cost Benefit), at av fleiri verkætlanum kom hesin tunnil út sum nr. 2 samfelagsgagnligi. Eisini varð tá sagt, at um Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki, loysti tað seg enn betur at gera Kambsdalstunnilin. Ætlanin um tunnilsgerð Kambsdal – Millum Fjarða er enn eina ferð flutt, tí nú er hon bert ein liður í langtíðar samferðsluætlanini hjá landinum. Sostatt kann ein óttast fyri, at við teimum útlitum vit hava í dag, kann einasti møguleiki fyri at fremja hesa íløgu innan rímiligt áramál verða at loyva privatum íleggjarum at fremja verkætlanina. Ein slík verkætlan kundi fingið ómetaliga stóran týðning fyri ferðsluna til og frá økinum Fuglafjørð- Gøta – Leirvík- Klaksvík saman við Norðureysturoy, Streymoy og Vágum. Um verkætlanin verður framd í verki, hevði hon stytt farleiðina eini 15 – 20 km og harvið spart pening í brennievnisnýtslu og minni útlát frá bilaferðsluni. Kristina Toftegaard Larsen, løgtingskvinna Svarið frá landstýriskvinnuni, eigur at hoyrast á: http://www.logting.fo/caseverbal/list.gebs?menuChanged=18 Takk til tykkum, ið stuðlaðu lista K og eisini tykkum, ið kvøddu fyri mær persónliga. Eisini vil eg senda eina takkarheilsu til tykkum, ið á ein ella annan hátt hava stuðlað, eyggjað, ráðgivið og hjálpt til gjøgnum valstríðið Nei til “kinamúr”! Fuglafjørður er ein spennandi og ríkur býur, ið á mangan hátt skarar fram um aðrar. Vit eiga eitt støðufast vinnulív, ið fáar aðrar kommunur kunnu samanbera seg við. Eitt fjølbroytt útboð av virksemistilboðum fyri likam og sál, so sum ítrótt, tónleik og samkomulív. Fólkatilfeingið er ríkt og fjølbroytt, og býurin eigur fleiri listafólk, ið seta sín dám á at skapa okkara mentan. Hóast hetta ríka tilfeingi, so havi eg tað fatan, at vit ikki mugu gera eins og kinesararnir gjørdu á sinni,- múra okkum inni, við vanda fyri at enda sum minsta og primitivasta kommuna í landinum. Landspolitiskt verður arbeitt fyri at flyta fleiri og fleiri málsøki út á kommunurnar. Tá verða tær størstu kommunurnar tær sterkastu, og tað er ikki óhugsandi, at tær smáu tá verða tvingaðar í eina samanlegging. Eitt málsøki, sum longu er lagt út til kommununar at umsita, er dagstovnaøkið, og tað er ikki óhugsandi, at málsøkini skúlamál og eldramál verða tey næstu økini, ið verða flutt út tilkommunurnar at umsita. Hesi mál eru oftast tung fíggjarliga, og krevja lutfalsliga stóra fyrisiting eisini. Eitt er givið, at tess størri kommunueindin er, tess lættari verður tað at skipa fyri stórum og áhugaverdum arbeiðsumhvørvum, sum er ein fortreyt fyri at fáa væl útbúgvin starvsfólk at støðast í nærumhvørvinum – ella kommununi. Kommunusamalegging er ein styrki. Kristina Toftegaard Larsen, valevni á kvinnulistanum. Tað var ikki sørt av skelki mær var fyri, tá borgarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu herfyri í fjølmiðlunum boðaði Føroya fólki frá, at í Fuglafirði var full semja um ikki at leggja saman við grannakommunurnar. Eg og fleiri við mær, ið eru fyri eini tilgongd at leggja komunur saman í størri eindir, stóðu sum kánus, tí mær vitandi hevur hetta evnið ikki verið nógv viðgjørt í Fugalfirði. Tá eg herfyri vildi seta meg nærri inn í, hvat býráði hevði samtykt, fann eg ikkifundarfrásøgnina frá býráðsfundinum, har hetta málið fekk so breiða undirtøku. Eg vendi mær til býráðsskrivstovuna og fekk at vita, at málið hevði verið fyri læstum hurðum. FYRI LÆSTM HURÐUM? – Tað kann ikki verða satt, eitt mál, ið hevur so stóran týðning fyri framtíðar Fuglafjørð, verður tagt burtur í einum av fremstu mentanarligu býum í Føroyum. Man skuldi trúð, at vit høvdu við eina loyniliga fregnartstovu at gera. Hetta er stór skomm og eg havi onga sannførandi grundgeving fingið, - so eg bæð um innlit, tí eftir mínari sannføring kann eitt mál ikki vera serliga afturlatið, tá borgarstjórin longu hevur verið frammi við úrslitinum. Eg havi skilt á práti millum manna, at støðan ikki heilt er, sum borgarstjórin boðaði Føroya fólki frá, “at eitt samt býráð var ímóti”, - men at 9 býráðslimir stemmaðu fyri, at komandi býráð skuldi taka støðu til samanlegging. Og tað er als ikki tað sama, sum at 9 býráðslimir eru ímóti samanlegging. At fólk hava ymiska hugsan um kommunusamanlegging er rímiligt. Ivaleyst ynskja fleiri eina longri tilgongd enn fram til ársskiftið. Kanska onkur ynskir at hoyra tað, sum borgarin hugsar um málið. Tað tekur drúgva tíð at lýsa eitt so stórt mál, og tess týdningarmiklari er, at tilgongdin í málinum er jøvn og støðug, so endaliga støðan verður tikin á einum væl lýstum grundarlagi. Mín umsókn um alment innlit í hetta kommunumálið verður helst ikki svarað fyrr enn eftir valið, og verður tað tí torført at skjalprógva tað, sum veruliga bleiv samtykt á fundinum, har úrslitið verður sagt at vera “9-0 ímóti samanlegging”. “Kvinnulistin ynskir, at ein møgulig kommunusamanlegging í komandi valskeiði eigur at viðgerast gjølla og opið. Bert á tann hátt fáa vit eitt gott grundarlag at taka støðu út frá.” Set X við kvinnulistan, vit vilja tað besta fyri Fuglafjørð! Kristina Toftegaard Larsen “Rørslubrek eigur at skerjast” Í hesum døgum, tá løgtingsins fíggjarlóg er til viðgerðar, er hóskandi at leggja uppskot fram um at skerja rørslubrekið hjá fólkum, ið sita í koyristóli. Eg havi áður nevnt at “eitt samfelag er ikki betri enn, hvussu tann veikasti hevur tað”. Tað, sum hugsjónarliga liggur aftan fyri hesa útsøgn er, at øll fólk eru virðismikil – óansæð førleikar teirra. Við at verða føddur í henda heim fylgir eisini ein rættur at vera borgari í hesum sama heimi. Líkamikið hvørjar umstøður gera seg galdandi ella hvørja lagnu onkur fær, so hava vit ongantíð rætt at taka virði frá einum ørðum menniskja. Tó er støðan í okkara samfelagi tíverri merkt av, at vit ótilvitað taka okkum rætt at lækka lívsvirðið hjá fleiri menniskjum. “Fólk við rørslubreki !”. Tey samansettu orðini, ið gera setningin, lýsa, hvussu skert okkara samfelag er. Setningurin umboðar ein heilt stóran hóp av menniskjum. Um vit vóru eitt ríkt samfelag, sum hugsaði nóg nógv um hesar borgararnar, so hevði setningurin ikki verið til yvirhøvur. Um allir privatir og almennir stovnar, arbeiðsgevarar og privat fólk altíð hugsaðu um, at fólk í koyristóli eisini skulu ganga á og brúka vegir, gonguteigar, hurðar, inngongdir, wc, hús, skýli, bussar v.m., so vóru fólk í koyristóli ikki rørsluskerd, men kundu frítt ferðast á somu støðum, sum vit, ið ikki sita í koyristóli. Mangan spyrji eg meg sjálva, hví alt samfelagið ikki er innrættað til øll fólk, tí tað er ein trupulleiki at ferðast, tá ið koyristólurin ikki sleppur alla staðni. Tá ið vit koma hartil, at samfelagið er fyri øll, so kunnu vit gleða okkum at spasera “arm í hjól” við hvønn annan. Tað er sera einkult at skerja rørslubrekið burtur, bara umstøðurnar loyva tí. Kristina Toftegaard Larsen. Fólkaskúlin. Okkara góða fólkaskúlalóg leggur góðar karmar um fólkaskúlan fyri øll. Tó uppliva vit og hoyra ferð eftir ferð, at fólkaskúlin ikki fær neyðugu karmnarnar at virka undir, tí játtan til serundirvísing, stuðul, høli osfr. ikki fylgja við økta tørvinum sambært nýggju lóggávuni. Hvussu koma vit víðari á hesum økinum, so vit bæði nøkta tørvin til smáu bygdaskúlarnar og nýggju krøvini til framhaldsdeildirnar, ið mangan uppliva, at næmingagrundarlagið er so spinkult, at bert fáar og ofta somu vallærugreinar og breytir ár um ár eru í boði hjá næmingunum. Eg hugsi mær, at smáu bygdaskúlarnir skulu varðveitast, tí tað hevur alstóran týdning fyri trivna, at tey smáu verða verandi í nærumhvørvinum í barnaárunum. Hinvegin er hugsandi, at framhaldsdeildir fólkaskúlans kunnu gerast færri og størri – kommununar millum eigur eisini at vera hugsað um (og møguliga kravt av teimum), at samstarv um framhaldsdeildir fólkaskúlans verða samskipaðar betri enn í dag. Onki forðar longur fyri, at framhaldsdeildir fólkaskúlans verða felags fyri størri øki. Vit skulu tí tora at raðfesta soleiðis, at eisini framhaldsdeildirnar verða meira spennandi, fjøltáttaðar og fakliga mennandi fyri næmingar og starvsfólk. Hetta leggur tann annars frálíka fólkaskúlalógin upp til, men fíggjarliga og fakliga umhvørvið loyvir tí ikki so leingi eindirnar eru lutfallsliga lítlar. Tí uppliva nógvir næmingar hvørt skúlaár, at júst teirra vallærugreinir og breytir ikki hóska til tað, tey annars høvdu ynskt sær. Hetta førir altíð við sær, at næmingarnir eru minni motiveraðir enn teir høvdu verið, um júst teirra vallærugrein var tøk. Hetta er bæði eitt landspolitiskt og kommunalt mál, sum eg meti av sera stórum týdningi og fari at raðfesta høgt, um eg fái høvi til tað í løgtinginum. Útbúgving og vitan. Ungur nemur gamal fremur, sigur orðatakið. Aðalmálið hjá okkum, ið nú ætla at taka politiskar avgerðir, verður av nýggjum at raðfesta peninganýtslu landsins. Øll vita, at givna upphæddin til ymsu økini eru raðfestingar innanfyri fíggjarlógina. Prógvgrundin, ið ofta hoyrist í kjaki, at peningur er ikki tøkur, er sjálvdan allur sannleikin. Rætta svarið er heldur, hvussu tann tøki peningurin verður raðfestur. Ongantíð áður hava vit havt so nógvan tøkan pening í Føroyum. Tí tora vit nú at raðfesta nýtsluna av nýggjum. Sjálvstýrisflokkurin raðfestir útbúgving høgt. Í stevnuskrá okkara er málið, at at allir skúlar verða skipaðir eftir føroyskum tørvi – tí tora vit eisini í komandi valskeiði at raðfesta útbúgving á føroyskari grund hægri enn nakrantíð sæð áður. Hetta merkir sjálvandi ikki, at onnur øki onki fáa. Tað er raðfesting, ið vit skulu tora betri at gera. Altjóða vitanarsamfelagið mennist stórliga. Tí eiga vit at fyrireika okkara útbúgvingar og arbeiðsmegi til tær broyttu avbjóðingarnar. Tann gløggi eygleiðarin hevur longu sæð, at vitan kann bæði skapa menniskjalig virði og útflutning. Sjálvstýrisflokkurin lítir á føroya fólk, sum kann taka sær av hesum avbjóðingum eisini. Lærdómur er lættur at bera, sigur orðatakið. Vel tí við tíni vitan – vita nú. Kristina Toftegaard Larsen Miðspjaðing við greiðum endamáli . Ein høvuðsstaður í einum landi eigur at fáa loyvi at vera høvuðsstaður við nóvum ymiskum virksemi og tænastum. Okkara høvuðsstaður er á mangan hátt ein spennandi býur, men harvið er ikki sagt, at allir almennir stovnar og skrivstovur, sum í dag eru í høvuðsstaðarøkinum, altíð skulu vera í Havn. Ein miðsavning kann hava eitt endamál, eisini um miðsavnað verður uttanfyri høvuðsstaðin. Tí meti eg, at ein skilagóð og beinrakin miðspjaðing kann geva smærri miðsavningar kring landið. Sostatt kunnu fleiri almennir stovnar flytast út um høvuðsstaðin og kortini varðveita eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, um bert miðspjaðingin er miðvís og liður í einari størri ætlan. At nevna ítøkilig dømi um stovnar og skrivstovur, sum kunnu flytast, skapar óneyðugt órógv í hesum føri, men fleiri landsstovnar kunnu leggjast í sama húsi í t.d. Sundalagnum, Norðurstreymi, Vágunum, Sandoy, Suðuroy, Eysturoy ella Norðuroyggjum. Ein miðspjaðing skal eisini hóska til nýggju kommunueindirnar, ið hugsandi fara at gerast færri og størri komandi árini. Kommununar millum eigur at vera hugsað um (og møguliga kravt av teimum), at samstarv um framhaldsdeildir fólkaskúlans verða samskipaðar betri enn í dag. Onki forðar longur fyri, at framhaldsdeildir fólkaskúlans verða felags fyri størri øki. Tí skulu vit nú tora at raðfesta soleiðis, at eisini framhaldsdeildirnar verða meira spennandi, fjøltáttaðar og fakliga mennandi fyri næmingar og starvsfólk. Hetta leggur tann annars frálíka fólkaskúlalógin upp til, men fíggjarliga og fakliga umhvørvið loyvir tí ikki so leingi eindirnar eru lutfallsliga lítlar. Ymisku breytirnar, ið kunnu veljast, verða ikki mannaðar, um næmingagrundarlagið er so spinkult, sum tað er í mongum av framhaldsdeildunum. Tí uppliva nógvir næmingar hvørt skúlaár, at júst teirra vallærugreinir og breytir ikki hóska til tað, tey annars høvdu ynskt sær. Hetta førir altíð við sær, at næmingarnir eru minni motiveraðir enn teir høvdu verið, um júst teirra vallærugrein var tøk. Hetta er bæði eitt landspolitiskt og kommunalt mál, sum hevur sera stóran týdning og eigur at raðfestast høgt. Í størri kommunueindum er gott høvi at miðsavna t.d. havnaøki, almennar tænastur sum lækna- og tannlæknatænastu, fyrisitingar o.a. Um vit tora at miðspjaða við greiðum endamálið verður eisini ein partur av ferðsluni til høvuðsstaðin óneyðugur, og harvið minkar tann stóra ferðslumongd, ið longu er ein trupuleiki í høvuðsstaðnum. Hetta er til bata fyri umhvørvi og trivna, tí fá ella ongin ynskir sær langan veg til og frá arbeiði. Á henda hátt fáa vit runt alt landið, áhugaverd størv og livandi býir. X við D. Kristina Toftegaard Larsen. Granskingarøki ein avbjóðing - eisini innan medisinska økið. Vit eiga at tora. Í stevnuskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur at útbúgvingar- og granskingarætlanir, ið kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív eiga at raðfestast høgt á landsins fíggjarlóg. Vegna landafrøðiligu avbyrgingina hava vit í Føroyum góðar møguleikar at granska á eitt nú medisinska økinum og tora vit at taka av hesi avbjóðing, so kunnu vit lættliga byggja ein altjóða granskingarmiðdepil – við føroyskari og útlendskari fígging og vitan. Eini vitan, ið hevur altjóða marknaðin tøkan í somu løtu, sum úrslitini liggja á telduni. Onnur granskingarøki liggja eisini og bíða eftir okkum. Føroysk vind-, aldu-, vatn- og ljósorka eru eisini øki, ið kunnu mennast á umhvørvisvinarliga økinum. Ein greið náttúruvernd er ein sjálvsagdur partur av hesum – tá ber til at fáa mennandi samspæl millum náttúru og orku. Vit eiga at stuðla gransking og finna úrslit í einari føroyskari granskingarpark. Hesum torir Sjálvstýrisflokkurin at arbeiða fyri. Granska tína hugsan – vel Sjálvstýrisflokkin! Kristina Toftegaard Larsen.