Fundir Fundir Oyvindur av Skarði 2010-04-22Vinnumalaradid Fylgiskjal 1 Fundarfrágreiðingar og –niðurstøður Niðanfyri verður í stuttum tikið samanum teir fundir, sum arbeiðsbólkurin hevur havt við áhugapartar umboðandi vinnuna, kommunur, fakfeløg, almennar arbeiðsgevarar o.o. Orsakað av stuttu tíðarfeistini hevur ikki borið til hjá øllum viðkomandi pørtum at luttikið á fundunum. Hesi fáa tó høvi at koma til orðanna, um tikið verður undir við tilmælinum um at landsstýrið setur ein arbeiðsbólk, umboðandi allar avvarðandi partar, at gera uppskot til arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarpolitikk. Fundur 19. februar við Ernst Jacobsen, stjóri á ALS Lutt: Ernst Jacobsen, stjóri, Jóanna Djurhuus og Oyvindur av Skarði Støðan í dag: Greitt var frá, at beint nú eru 1574 fólk skrásett í ALS, og 3-400 fólk afturat verða skrásett í løtuni. Trýstið er vaksið heilt nógv seinastu tíðina. 80 % av teimum arbeiðsleysu eru ófaklærd. ALS metir ikki tey ungu arbeiðsleysu sum ein truplan bólk hjá ALS. Tey ungu hava yvirhøvur ein smidligan hugburð og vilja fegin flyta seg hagar, arbeiði er at fáa. Tilboð til arbeiðsleys Fólk, sum hava verið skrásett sum arbeiðstøk í 4 mðr., hava rætt til skeiðstilboð frá ALS. Tey kunnu fáa upp til 3 mðr. skeið í hvørjum kalendaraári. Tíðarskeiðið kann verða samanhangandi. Tað er ikki ásett eitt ávíst hægsta mark fyri, hvat skeið kunnu kosta, men mett verður um skeiðsynskini í hvørjum føri, við støði í tørvinum og møguleikunum hjá hvørjum einstøkum. ALS skipar fyri skeiðum í eitt nú teldu, bókhaldi, føroyskum, tankafelt-terapi o.ø. Harumframt kunnu arbeiðsleys fara á skeið, sum verða fyriskipað av øðrum enn ALS, og ALS rindar tá skeiðskostnaðin. Um tað ikki ber til at taka ávíst skeið í Føroyum, ber til at fáa játtan til skeið uttanlands, t.d. í Danmark. Í 2009 vóru nýttar um 2 mió. kr. til førleikamenning í mun til um hálva mió. kr. í 2008. Talan er um tilboð um førleikamenning og ikki um krav um førleikamenning. Av tí at tey ungu ikki hava gjørt nógv burturúr møguleikanum at førleikamenna seg, er avgjørt at gera eina innkalling, har ið tey ungu verða biðin um at møta. Fyrsti innkallingardagur fyri ung er ásettur til at vera 15. mars 2010. Kunnað verður um skipanina, skyldur og møguleikar. Á hesum døgum luttaka m.a. útbúgvingarvegleiðarar og onkur arbeiðsgevari. Skeiðsveitarar eru vælkomir at siga frá teimum skeiðum, sum teir hava at bjóða fram. ALS biður onkran, t.d. ein sjónleikara, um at hava eitt inspirerandi “pep-up” innslag, og dagurin endar við einum bita. Ætlanin er, at hetta tiltak verður hildið fleiri ferðir í vár. ALS og Almannastovan ALS hevur boðið Almannastovuni møguleika at senda síni viðskiftafólk á ALS-skeið, tá ið pláss eru tøk, móti gjaldi. ALS sær góðar møguleikar at økja um samstarvið, t.d. at Almannastovan í størri mun nýtir portalin www.starv.fo Aktivering ALS metir aktivering vera viðkomandi, men avbjóðandi. Tað hevur stóran týdning, at tey ungu koma í gongd sum skjótast og ikki leggjast heima. Men aktiveringsroyndir mugu sjálvandi ikki taka arbeiðið frá fólki, sum eru í starvi. ALS er jaliga sinnað mótvegis hugsanini um, at tað møguliga kundi borið til at skipa praktikktilboð, so at ungfólk t.d. vóru “fyl” hjá royndum fólkum í Nærverkinum. Hetta má, sum vera man, sjálvandi gerast í samsvari við lóg og kunngerðir á økinum. Greitt var frá, at royndirnar úr øðrum londum eru misjavnar. Nakrir arbeiðsgevarar eru óførir at taka fólk í praktikk og eisini at bjóða teimum starv aftaná. Aðrir brúka aktiveringina at útvega sær bíliga arbeiðsmegi. Tað eigur altíð at vera ein veruligur møguleiki hjá teimum aktiveraðu at fáa starv, tá ið aktiveringsskeiðið er lokið. Sjálvboðið arbeiðið Als metir eisini, at sjálvboðið arbeiðið átti at verið tikið við sum ein aktiveringsmøguleiki. At arbeiðsleys arbeiða fyri hjálparfelagsskapir, skótar, ítróttarfeløg o.tíl. hevur líka stórt virði sum annað arbeiði, og fólk kunnu vera ógvuliga virkin og kortini vera aktiv arbeiðssøkjandi. Sjálvboðið arbeiðið kann eisini hjálpa til at fólk koma í lønt starv aftur. Fundur 4. mars við Marjun Berg og Leif Olsen frá Almannastovuni Lutt.: Marjun Berg, Leif Olsen, Jóanna Djurhuus, Hallbera West, Eyðun Gaard og Oyvindur av Skarði Almannastovan hevði undan fundinum sent bólkinum hagtøl við øllum teimum ungu, sum Almannastovan veitir forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Umboðini frá Almannastovuni greiddu frá støðuni og nýggjastu hagtølunum um ung arbeiðsleys undir forsorg. Greitt var frá arbeiðnum hjá Almannastovuni við aktivering av teimum ungu í 1990unum, og lýsti Almannastovan eisini sosialu avleiðingarnar av arbeiðsloysi millum ung. Royndir vísa, at tað kann vera sera trupult hjá fólki, sum hava verið leingi arbeiðsleys, at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Verða ikki munagóð átøk gjørd, er stórur vandi fyri marginalisering av hesum ungu. Fundur 5. mars við Óla Rubeksen um “Ung í arbeiði” Lutt.: Óli Rubeksen, Jóanna Djurhuus og Oyvindur av Skarði Óli Rubeksen var fyrsti leiðari fyri Ung í arbeiði, og hann hevði høvuðsábyrgdina fyri at menna skipanina við fakligum og pedagogiskum avbjóðingum fyri ung arbeiðsleys. Skipan og innihald í ung í arbeiði Ásannandi, at arbeiðsloysið kann hava álvarsligar avleiðingar, ikki minst hjá ungum, sum hava ilt við at finna seg til rættis í útbúgvingarskipanini, hevði Ung í arbeiði fyrst og fremst til endamáls at fáa tey ungu virkin. Tey ungu skuldu hava nakað at koma upp til. Arbeiðið skuldi geva meinging fyri tey ungu, og tilboðið skuldi vera við til at hjálpa teimum víðari á útbúgvingar- ella starvsleið. Skipanin vendi sær í stóran mun til ung, sum høvdu havt tað trupult í skúlanum og ung úr familjum, sum ikki so væl megnaðu at stuðla á lívsleiðini. Nøkur ung, sum vóru væl fyri, vóru mæld til at leita sær aðrar avbjóðingar, heldur enn Ung í arbeiði. Fíggjarliga var skipanin soleiðis háttað, at landið rindaði lønirnar til tey ungu, meðan kommunurnar rindaðu fyrisiting, arbeiðsformenn og tilfar. Skipanin var einføld, óbureaukratisk og smidlig. Óli fann, saman við kommununi, hóskandi verkætlanir, formenn vóru settir fyri smærri bólkar av ungum, og tey ungu fingu 5 arbeiðstímar um dagin. Pedagogisku og innihaldsligu ábyrgdina hevði Óli sjálvur. Ung í arbeiði royndist væl. Nógv ung hava givið sera góðar afturmeldingar, eisini fleiri ár seinni. Tað kann tó vera avbjóðandi at arbeiða við ungum, serliga teimum, sum hava trupulleikar, og uppgávan fall ikki øllum formonnunum lætt. Verður Ung í arbeiði tikið uppaftur, er umráðandi at formennirnir verða væl valdir út, og at møguleiki verður at geva teimum neyðuga kunning og stuðul í sínum arbeiði. Eitt hugskot kundið verið, at ALS skipaði eitt skeið, ið gav arbeiðstøkum handverkarum betri førleikar at arbeiða sum formenn í Ung í arbeiði, og tí møguliga eisini í øðrum samanhangum. Umráðandi er eisini, at bólkarnir ikki eru ov stórir, helst ikki meira enn 6-8 ung. Í hvørjum arbeiðsbólki skal helst ikki meira enn ein hava sosialar trupuleikar, sum bila. Virkishúsini, sum fleiri kommunur hava sett á stovn, eru støð, sum ungdómurin nýtir. Møguliga hevði verið gott um hesi høvdu umsitingina av Ung í arbeiði um hendi. Tiltøk sum Ung í arbeiði kunnu verða ein góð hjálp hjá ungum í vandabólkum, serliga fyri tey, sum fáa forsorg frá Almannastovuni beint sum tey fylla 18 ár. Óli heldur, eins og onnur, sum bólkurin hevur tosað við, at tað er ein trupulleiki, at aktivering ikki er kravd. Dømi um arbeiðsuppgávur Tær stóru uppgávurnar í Ung í arbeiði vóru m.a. umbyggingarnar av Meiarínum og Margarinfabrikkini og gøturnar kring um í Havnini. Slík arbeiði rigga væl, tí nógv er at taka hond í, og stóru arbeiðini kunnu skipast í sera ítøkiligar handaligar uppgávur, har ið nógv sæst aftur. Onnur ung fingu tilboð um arbeiði í barnagørðum, og nøkur fingu møguleika at sleppa til skips. Fyri at hjálpa ungum, sum vantaðu skúlagongd fyri at sleppa inn á sjóvinnuútbúgvingarnar, var í 1990’unum samstarvað við kvøld- og ungdómsskúlan um ymisk maritim fyrireikingarskeið. Kennir tú land títt var eitt tiltak, sum Óli helt riggaði serliga væl. Farið var við teimum ungu í skipi á ferð kring landið. Málið var at fáa tey ungu at royna nakað øðrvísi, og at fáa tey at síggja allar møguleikarnar, sum samfelagið hevur at bjóða. Ungar mammur Ungar mammur vóru tá, eins og nú, ein rættiliga viðbrekin bólkur. Tí var skipað fyri einum serligum átaki saman við Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi. Ungu mammurnar fingu høvi at læra og at gera ymiskt, bæði við og uttan børn. M.a. var skipað fyri einum mánaðarlongum skeiði á Háskúlanum fyri ungu mammurnar. Møguleikar fyri samstarv og samskipan av ung í arbeiði og lestrarvegleiðing Óli helt tá, og heldur framvegis, at tað er viðkomandi at savna alla ráðgeving til ung á undir einum. Ikki endiliga á einum ávísum staði, men heldur sum eitt tilboð, sum fer til tey ungu, har tey ungu eru. Á fundinum var tosað um, at tað møguliga hevði borið til at skipa eina samlaða ráðgeving fyri ung, sum bæði ráðgav kommunum í teirra arbeiði við arbeiðsleysum ungdómi, og sum eisini styrkti lestrarvegleiðingina til tey ungu til miðnáms- og yrkisútbúgvingar. Óli heldur eisini, at nógv ung høvdu fingið gagn av einum “undanfyrireikingarskeiði” til m.a. SIT, og at tað átti at borið til at tvinna saman handaligt arbeiði og tímar á verkstøðum á teknisku skúlunum. Um skúlaverkið, land og kommunur samstarva eigur at bera til at seta saman fjølbroytt útbúgvingarbúnandi virkistiltøk til tey ungu, sum hava trupult bæði við at finna sær arbeiði og at fara undir útbúgving. Fundur 18. mars við Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum Lutt.: Mary í Garði, Halbera F. West, Eyðun Gaard og Oyvindur av Skarði Fundur um at skipa aktiveringstilboð fyri ung arbeiðsleys í Nærverkinum Nærverkið, sum er størsta arbeiðsplássið í Føroyum, vil fegið vera við til at bjóða ungum arbeiðsroyndir. Hetta er ikki bert fyri at hjálpa teimum ungu, men eisini ein liður í rekruteringini av framtíðar starvsfólkum. Nærverkið hevur roknað út, at Nærverkinum – við verandi virksemi – fer at vanta um 300 starvsfólk í 2015. Helvtin av starvsfólkunum í Nærverkinum eru ófaklærd. Nærverkið er tí helst tann stovnurin í landinum, sum er best førur fyri at skipa aktiveringstilboð til ung uttan útbúgving og/ella við fáum ella ongum arbeiðsroyndum. Aktivering í Nærverkinum kann tí vera við til at eggja fólki, sum annars hava trupult við at fáa sær útbúgving, til at fáa sær eina útbúgving, av tí at umfatandi starvsøkið hjá Nærverkinum kann vísa fólki á bæði styttri og longri útbúgvingarleiðir. Aktivering í Nærverkinum gevur stig til heilsu- og námsfrøðiligar útbúgvingar, og kann tá roknast við sum partur av eini skipaðari útbúgvingarleið. Greitt er, at aktiveringstilboðini mugu koma umframt vanligu, normeraðu størvini. Tað kann t.d. tryggjast við, at tey ungu í aktivering fylgjast við einum royndum starvsfólki. Nærverkið er longu farið í samstarv við ALS um skeið og arbeiðsroynd fyri arbeiðsleys innan Heimatænastuna. Nærverkið metir, at um øll formlig viðurskifti eru klár, kunnu aktiveringstilboð til ung byrja innan ein mánað. Formligu viðurskiftini, sum skulu avgreiðast fyrst, eru: Fakfelagsspurningar (størsta fakfelagið í Nærverkinum er Heilsuhjálparafelagið) Fíggingarspurningar – serliga lønin til tey, ið vera aktiverað Hvørjar uppgávur tey kunnu gera Nærverkið hevur áður biðið um játtan til at seta ein skrivstovulærling, sum skuldi fáa høvi at spesialisera seg innan lønarøkið, men at tað tá ikki bar til. Mary í Garði helt avgjørt, at aktivering av arbeiðsleysum átti at verið kravd. Hon metti, at tað fór ikki at gerast nøkur umsitingarlig byrða í Nærverkinum at halda skil á uppmøtingini hjá teimum ungu. Fundur 18. mars við Vinnuhúsið Lutt.: Marita Rasmussen, Esther Dahl, Jóanna Djurhuus, Eyðun Gaard og Oyvindur av Skarði Vinnuhúsið heldur ikki, at virkispraktikk verður nakar trupulleiki fyri vinnuna. Vinnuhúsið kann stuðla, at tiltøk vera gjørd, men kann ikki taka ábyrgd av teimum. Vinnuhúsið vil fegið samskifta við limafeløgini og senda út tíðindaskriv, tá ið arbeiðsbólkurin er liðugur. Kravið til eina praktikkskipan má verða, at hon er einføld, og at tryggjað verður, at aktiveringstilboðini ikki taka arbeiðið frá teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum eftir vanligum treytum. Marita Rasmussen gjørdi vart við trupulleikan at ALS ikki kann krevja, at fólk í skipanini fara á skeið. Tað ger m.a., at hóast tað kann verða trupult at manna skip, kann ALS ikki kann krevja av arbeiðsleysum, at tey taka lógarkravda trygdarskeiðið. Vinnuhúsið heldur fyrst og fremst, at útbúgvingar eiga at verða uppraðfestar. Tey ungu skulu verða eggjað til at fara undir útbúgving, og fyritøkur skulu verða eggjaðar at taka lærlingar. Skúlapraktikk eigur sum meginregla ikki at verða nýtt, men kann møguliga vera ein gongd leið á ótraditionellum økjum, har lærupláss ikki eru til, t.d. sum í útbúgvingini fyri klædnahandverkarar, sum hevur verið skipað á Tekniska skúlanum. Niðurstøða Vinnuhúsið vil fyrst og fremst mæla til, at útbúgvingar verða uppraðfestar. Trupulleikar vera ikki í Vinnuhúsinum av virkispraktikkini. Fundur 25. mars við umboðum fyri Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Havnar Handverkarafelag Lutt.: Henry Olsen fyri Føroya Handverkarafelag, Dánjal Pauli Djurhuus og Petur Juul Jacobsen fyri Landsfelag Handverkaranna og Eli Brimsvík fyri Havnar Handverkarafelag, Jóanna Djurhuus og Oyvindur av Skarði Handverkarafeløgini vístu á, at landið nærum ongar lærlingar tekur, og at hetta eisini er galdandi fyri tey stóru arbeiðsplássini. Landsverk hevur havt smiðjulærlingar, men eingir lærlingar eru á øðrum almennum verkstøðum. Tosað var um, at læruplásss kanska kunnu skipast í samstarvi millum fleiri almennar stovnar, um arbeiðsøkið hjá einum stovni er ov avmarkað til at geva fullfíggjaða læru. Feløgini vístu eisini á, at hvørki handverkarar ella meistarar vilja, at lærlingar fáa útbúgvingarstuðul í skúlatíðini, men at teir heldur skulu vera í skúla við lærlingaløn. Umboðini fyri feløgini vóru positiv fyri tankanum at skipa praktikkpláss, men løgdu dent á, at ansast má eftir, at royndarpláss, ið eru ókeypis fyri arbeiðsgevaran, ikki minka um størvini annars. Tað kann hugsast, at nýggj lærupláss kunnu koma burtur úr praktikkplássunum, um meistarar hava góðar royndir av teimum ungu. Eisini hildu teir, at ískoyti til lærumeistararnar kundi økt um áhugan at taka lærlingar. Feløgini hildu tað vera upplagt at skipa Ung í arbeiði aftur og vístu á fleiri arbeiðsøki, sum kunnu skapa nógv arbeiði. Spurningurin um skúlapraktikk var eisini umrøddur. Handverkarafeløgini vilja ikki vita av hesum. Teir halda, at royndirnar úr Danmark eru vánaligar, og teir vænta ikki, at góðir handverkarar spyrjast burtur úr, um handverkararnir ikki hava verið í vinnuni í lærutíðini. Fundur 29. mars við Vígdis Johannesen, forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag Lutt.: Vígdis Johannesen, Jóanna Djurhuus og Oyvindur av Skarði Vígdis Johannesen helt ikki, at nakar kann hava nakað ímóti at ung fáa í boði at royna seg við uppgávum, sum fólk annars ikki eru sett til. Men hon helt eisini, at tað kundi borið til at skipa praktikkpláss á vanligum arbeiðsplássum, eitt nú á Fiskavirking, har tað framanundan er siðvenja fyri síðumannsupplæring. Ansast má tó eftir, at praktikkpláss ikki verða skipað á arbeiðsplássum, sum eru illa organiserað í mun til fakfeløgini, tí tá kann vandi gerast fyri, at fólk verða útnyttaði. Vígdis Johannesen mælti til, at flest møgulig koma í útbúgving. Hon saknaði skipaði útbúgvingartilboð til arbeiðsleys og vísti á, at arbeiðarafeløgini hava mælt til skeið, sum í longd og vavi eru ímillum tey heilt stuttu ALS-skeiðini og rættiligar útbúgvingar, meiri átøkt VUC-skipanini í Danmark og íslendsku útbúgvingartilboðunum til verkafólk. Hon helt tað vera umráðandi, at øll, sum vilja, sleppa undir útbúgving her á landi. Noyðast tey yngstu av landinum at lesa, er stórur vandi fyri, at tey ikki koma aftur. Tí helt hon eisini, at eftirskúli átti at verið skipaður í Føroyum beinanvegin. Eisini helt Vígdis Johannesen, at tað kundi verið umhugsað at sett í verk aftur eina skipan, sum líkist skipanini Hjálp til sjálvhjálp, ið Tórshavnar býráð umsat í 1970’unum og 1980’unum. Skipanin veitti fíggjarligan stuðul og barnaansing til forsyrgjarar, ið høvdu tørv á eyka stuðli í lestrartíðini. Dømi um praktikkpláss Víst var á, at almenn arbeiðspláss hava verið brúkt, tá fólk skulu slúsast út aftur á arbeiðsmarknaðin m.a. av psykiatrisku deild. Heilt upplagdar uppgávur til ung høvdu eisini verið at verið um gomul fólk, at práta og spáka við teimum, og yvirhøvur at vera við til at betra trivnaðin. Niðurstøða Havnar Arbeiðskvinnufelag tekur undir við, at tiltøk vera gjørd fyri ung arbeiðsleys, sum kunnu leiða tey inn á útbúgvingar- og starvsleið. Eftirútbúgvingar eiga at vera skipaðar, sum eru ímillum stuttu skeiðini hjá ALS og rættiligar útbúgvingar. Uppløgd aktiveringstilboð eru slík, ið gagna øllum, men uttan at taka arbeiði frá nøkrum. Fundur 30. mars við Eyðun Christiansen frá Kommunusamskipan Føroya Lutt.: Eyðun Christiansen, Jóanna Djurhuus, Hallbera West, Eyðun Gaard og Oyvindur av Skarði Eyðun Christiansen segði seg vænta, at kommunurnar fegnar vilja luttaka í tiltøkum at basa arbeiðsloysinum millum ung, men at greiða má fáast á, hvør leiklutur kommununnar verður. Avtalað var, at arbeiðsbólkurin savnar saman tilfar, ið lýsir tiltøkini í 1990’unum, at senda kommunufeløgunum, og at orðaðir verða ítøkligir spurningar til kommunurnar at viðgera. Um neyðugt, fer bólkurin at biðja um fund við sosiala netverkið hjá kommununum. Fundur 9. apríl við Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni Lutt.: Hermann Oskarsson, Jóanna Djurhuus, Eyðun Gaard og Oyvindur av Skarði Umrøtt varð, hvat verkætlanin í veruleikanum snýr seg um, og hví tað verður mett at verða ein trupulleiki at minni arbeiði er til ungfólk. Hermann Oskarsson helt, at tað, at 300 ung ganga fyri einki, er ikki ein stórur samfelags-búskaparligur trupulleiki, men møguliga ein persónsmenningartrupulleiki fyri summi av teimum ungu. Tí kunnu tiltøk sum Ung í arbeiði vera ógvuliga skilagóð fyri at bøta um negativar samfelagssosialar avleiðingar. Okkum vantar hagtøl, eisini á hesum økjunum. Vit vita tó, at útbúgvingarstøðið í Føroyum er á umleið sama støðið sum í hinum norðurlondunum. Hermann Oskarsson helt, at tað hevði verið áhugavert at kanna, hvussu tey, sum vóru heilt ung í kreppuni, t.d. tey sum vóru 17 ár í árunum 1989 – 91 hava fótað sær, samanborið við kontrollbólkar báðu megin kreppuna. Havast skal í huga, at tølini bert kunnu siga frá inntøkubroytingum, tað ber ikki til at draga út tøl upp á útbúgving v.m. og tað ber ikki til við verandi hagtølum at lýsa, hvussu tey ungu hava tað. Fundur 15. apríl við Terja á Lakjuni, leiðari á Stuðulsstovninum Lutt.: Terji á Lakjuni, Eyðun Gaard, Hallbera West, Jóanna Djurhuus og Oyvindur av Skarði Brain Drain Føroyskur ungdómur fer í nógv størri mun enn í grannalondunum burtur at lesa, og talið av ungum, ið ikki koma aftur til landið eftir loknan lestur, er somuleiðis fleiri ferðir størri enn í hinum norðurlondunum. Hetta kom heilt týðiliga fram í kanning, sum var gjørd í Noreg, Finlandi, Íslandi og Føroyum. [pic] Í Føroyum leita 60 % av teimum, sum fara á eftirgymnasialar útbúgvingar, av landinum at útbúgva seg, og bert helvtin kemur heimaftur. Av teimum sum vóru spurd í kanningini vóru 43% komin aftur í 2009, og 56% væntaðu at verða heimafturkomin í 2012 Í Íslandi fara 25 % av landinum, í Noreg fara 10% burtur í lestrarørindum, og 8 út av 10 koma heimaftur. Fyri at vísa útisetum á starvsmøguleikar í Føroyum hevur Stuðulsstovnurin Yrkistænastuna, ið sendir teimum lesandi teldupostar við føroyskum starvslýsingum. Terji á Lakjuni segði frá arbeiðsbólki, ið arbeiðir við at menna útbúgvingarmøguleikar í Føroyum. Bólkurin hevur arbeitt við hugskotum um m.a. Fjarlestursumhvørvi á Fróðskaparsetrinum Stuðulsskipan til fjarlesandi (hesum eru tey tó varin við. Terji vísti á, at í Noreg hava tey slíka skipan til innanlands fjarlesandi) Kombinatiónsútbúgvingar, so at til ber at fara undir skipaða útbúgving, har ið partar verða lisnir í Føroyum og aðrir partar á einum ella fleiri útlendskum lærustovnum. Avbjóðingar fyri hægri útbúgvingar í Føroyum Á tí gamla Fróðskaparsetrinum, t.e. uttan Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðisskúla, eru í ár bert 30 lesandi, ið fáa útbúgvingarstuðul sum fulltíðarlesandi. Tað er ein serlig avbjóðing at fáa ungfólk at velja at lesa í Føroyum. Tá ið tey lesandi eru so fá, verður lestrarumhvørvið sera lítið og ikki eins fjølbroytt sum á hægri lærustovnum í útlondum. Tað tykist eisini sum um ikki øll hava fult álit á, at útbúgvingarnar á Setrinum verða góðskrivaðar allastaðni, tá ið fólk skulu víðari, og alt til samans ger, at ung fólk velja – og verða eggjaði til at velja – at fara av landinum at lesa. Lestrar- og ungdómsvegleiðing Terjiá Lakjuni kundi ynskt sær ráðgevingina savnaða í ein depil. Eitt samstarv millum ÚS, Yrkisdepilin, ALS og Almannastovuna. Tað hevði styrkt allar partar í ráðgevingini og givið teimum ungu eina nógv betri tænastu. Fundur 22. apríl við ALS-stýrið Lutt.: Alfred Petersen, Bjørgfríð Ludvig, Marita Rasmussen, Kartni Ravnsfjall, Jan Højgaard, Ernst Jacobsen, Jóanna Djurhuus, Hallbera West, Eyðun Gaard og Oyvindur av Skarði Jóanna greiddi frá arbeiði bólksins, áhugapørtum, sum bólkurin hevur tosað við, og frá høvuðstilmælunum: Útbúgving, virkispraktikk og aktivering. Viðvíkjandi 2. tilmæli um virkispraktikk sær bólkurin ALS sum høvuðsaktør. Bólkurin hevur hugsað sær, at skeiðssamstarvið, sum ALS hevur við Nærverkið, verður víðkað. Ernst gjørdi í hesum sambandi vart við, at ALS bert hevur avtalu við Nærverkið um eitt skeið í mai mánað, meðan eingin avtala er um praktikk. Tosað var um at alt ov fá í Føroyum fara undir útbúgving, og tað er tí undrunarvert, at teknisku skúlarnir verða skerdir nú. Tað mátti júst verið tørvur á teimum til nógv av teimum ungu. Stýrið var samt um, at ALS eisini hevur eina ábyrgd, tá ið tað ræður um at hjálpa teimum ungu, sum eru í vanda fyri at verða marginaliserað. ALS vil fegin taka lut í einum møguligum framhaldandi arbeiðsbólki, sum fer at arbeiða við hesum spurningum, og við arbeiðinum at orða ein arbeiðsmarknaðarpolitikk.