Fylgifrágreiðing til heildarætlanina ”Harðskapur í parlagi og nærsambondum” Vinnumálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið Mentamálaráðið Formæli frá landsstýrisfólkum, sum hava luttikið í arbeiðinum at gera heildarætlanina Tað hevur nú í eina tíð verið arbeitt miðvíst við heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum. Arbeiðið hevur verið høgt raðfest, tí at vit sum landsstýri og sum menniskju vita, at átøkini í heildarætlanini veruliga kunnu gera mun. Tað hevur týdning fyri tey menniskju, sum onkursvegna eru rakt av harðskapi, men tað hevur eisini týdning fyri okkara sjálvsfatan sum tjóð. Tað sigur nakað um, hvar mørkini hjá okkum eru og nær vit siga: Steðgið! Jú, vit hava valt at siga, at nú er nóg mikið. Vit vilja senda ein greiðan boðskap um, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi. Sum landsstýri , ið varðar av heildarætlanini, takk vit inniliga tykkum mongu, sum hava sett tíð av til at hjálpa til í arbeiðinum. Mong eru tey, sum hava greitt frá, kunnað og lagt fram fyri arbeiðsbólkinum. Eisini hava fleiri fakfólk, myndugleikar og felagsskapir brúkt tíð upp á at meta um uppskot til átøk, skipanir, viðgerðarhættir og mannagongdir í sambandi við heildarætlanina. Hetta hevur verið virðismikið og neyðugt fyri at kunna gera eina skilagóða heildarætlan. Eisini sjálvhjálparbólkar fyri harðskaparrakt hava lýst harðskapin væl fyri arbeiðsbólkinum á tann hátt, at tey hava greitt frá egnum upplivingum. Hetta hevur givið arbeiðsbólkinum eina breiðari og greiðari fatan av harðskapi, og vit takka tykkum fyri dirvi tykkara at siga frá truplu upplivingunum. Eitt, sum hevur sermerkt arbeiðið, er, at politiska undirtøkan hevur verið breið. Vit nýta her høvið at takka øllum politiskum flokkum, bæði í samgongu og andstøðu, fyri at hava tikið lut í og stuðlað arbeiðinum. Ein serlig tøkk til politiska fylgibólkin fyri stuðul og vegleiðing. Vit vóna og vænta, at arbeiðið at íverkseta heildarætlanina framhaldandi verður gott. Johan Dahl Annika Olsen Bjørn Kalsø landsstýrismaður (vinnumál) landsstýriskvinna (almannamál) landsstýrismaður (mentamál) Kári P. Højgaard Karsten Hansen landsstýrismaður (innlendismál) landsstýrismaður (heilsumál) 2 Inngangur Tað er nú eitt ár síðani, at allir politiskir flokkar tóku undir við, at ein heildarætlan skuldi gerast og setast í verk, sum hevur til endamáls at steðga og fyribyrgja harðskapi í parlagi og nærsambondum. Politisku flokkarnir, bæði teir í samgongu og teir í andstøðu, sendu tá eitt greitt tekin um, at Føroyar skulu vera eitt samfelag uttan harðskap. Tíðliga í 2011 varð ein arbeiðsbólkur settur at gera eina heildarætlan. Arbeiðsbólkurin hevði upprunaliga umboð úr Vinnumálaráðnum, Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Innlendismálaráðnum. Sum tíðin leið gjørdist tað greitt, at tørvur eisini var á at hava umboð úr Mentamálaráðnum við í arbeiðinum. Tískil kom umboð úr Mentamálaráðnum upp í arbeiðsbólkin seinni. Harumframt hevur ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum verið við í arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin lat landsstýrismanninum heildarætlanina 8. mars 2011. Heildarætlanin inniheldur 18 ítøkilig átøk til at fyribyrgja og steðga harðskapi. Heildarætlanin hevur heiti Harðskapur í parlagi og nærsambondum. Í tilgongdini at gera heildarætlanina var arbeiðsbólkurin í sambandi við eina røð av myndugleikum, stovnum og felagsskapum bæði í Føroyum, Hetlandi og Danmark. Hesi hava veitt ráðgeving og vegleiðing til arbeiðsbólkin. Harumframt varð ein rúgva av frágreiðingum, kanningum og bókum um evnið nýtt sum íkast til heildarætlanina. Harðskapur í familjuni er ein avbjóðing, sum yrkisfólk í nógvum myndugleikum, stovnum og felagsskapum møta í sínum arbeiði. Eitt nú kann nevnast løgreglan, kriminalforsorgin, kommunulæknar, rættarskipanin, skaðastova og sjúkrahúsverkið annars, sálarfrøðingar, Almannastovan, Gigni, skúlaskipanin, barnaansingarskipanin, Tú og Eg Ráðgevingin og Kvinnuhúsið. Listin er langur. Arbeiðsbólkurin hevur lagt stóran dent á at hava tílíkar bólkar við í tilgongdini at gera heildarætlanina. Arbeiðsbólkurin hevur eisini havt samrøður við fólk, sum hava verið fyri harðskapi. Talan er um vaksin, sum hava verið fyri harðskapi og sum eru í einum sjálvhjálparbólki fyri harðskaparrakt. Harumframt hevur arbeiðsbólkurin tosað við vaksin og teirra avvarðandi, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í barnaárum. Við so nógvum áhugabólkum, er tað týðiligt at arbeiðið at gera heildarætlanina fevnir breitt. Tí heitti táverandi landsstýrismaðurin, Johan Dahl, á arbeiðsbólkin um at gera heildarætlanina í tveimum stigum. Fyrst eina heildarætlan, sum skuldi verða liðug 8. mars 2011. Síðani var heitt á arbeiðsbólkin um at arbeiða víðari við at útgreina átøkini í heildarætlanini og gera eina fylgifrágreiðing til 25. november 2011 – júst eitt ár eftir, at flokkarnir høvdu bundið seg til at gera heildarætlanin fyri harðskapsøkið. Tilgongd til fylgifrágreiðing Endamálið við arbeiðinum síðan 8. mars, hevur verið at fáa neyvari íkast frá ymsum áhugabólkum og fáa nýggja vitan um, hvussu átøkini eiga at skipast. Talan hevur verið um at gera brúk av tí vitan og teimum royndum, sum hesir áhugabólkar hava frammanundan. Harumframt hevur arbeiðsbólkurin lagt dent á at fáa vitan um skipanir og mannagongdir, sum eru royndar aðrastaðni. Arbeiðið seinastu mánaðirnar hevur viðført, at í nøkrum førum eru átøkini tillagað nakað, meðan onnur átøk eru mestsum óbroytt. Hendan frágreiðing skal tí lesast sum ein dagføring av heildarætlanini, heldur enn nakað heilt nýtt. Arbeiðið seinastu tíðina er tí grundarlag undir hesi fylgifrágreiðing til heildarætlanina. Í høvuðsheitum er talan um tvey øki, sum arbeiðsbólkurin hevur arbeitt við síðan 8. mars. Hesi eru: 1) samstarv við myndugleikar, stovnar og felagsskapir og 2) fyriskipan av ráðstevnu við heitinum Harðskapur í familjuni. 3 1) Samskifti og samstarv við myndugleikar, stovnar og felagsskapir Arbeiðsbólkurin hevur brúkt tíðina frá 8. mars til at samskifta og samstarva við ymsar myndugleikar, stovnar og felagsskapir. Hetta hevur viðført, at arbeiðsbólkurin hevur fingið meira útgreinaða kunning um arbeiðið, sum ymsu áhugabólkarnir gera á hesum øki. Eitt nú hevur arbeiðsbólkurin fingið samstarv í lag við SSP samskiparan hjá løgregluni í sambandi við, at eitt átak hjá SSP hevur við sær, at farið verður út í allar 9. flokkar í landinum at tosa við næmingar um harðskap. Arbeiðsbólkurin hevur avtalað við SSP samskiparan at samstarva um hetta átak, heldur enn at gera átøk hvør í sínum lagi. Annað dømi er, at arbeiðsbólkurin hevur fingið samstarv í lag við Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum, fyri at fáa vegleiðing til at útgreina nøkur av átøkunum, sum krevja fakligan kunnleika, t.d. átak nummar tíggju um eitt skipa viðgerðartilboð til børn. Arbeiðsbólkurin hevur eisini havt samrøður við kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi. Talan er um ein sjálvhjálparbólk hjá Kvinnuhúsinum. Hesar hava viðmerkt heildarætlanina og greitt frá, hvørji øki eiga at betrast í tilbúgvingini til tey, sum hava verið fyri harðskapi. Hetta íkastið er sera virðismikið, tí sjónarhornið hjá teimum, sum hava verið fyri harðskapi hevur týdning. Umframt samrøður við sjálvhjálparbólkin hevur arbeiðsbólkurin tosað við vaksin fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn. Hesi hava greitt frá seinárinunum av áganginum og hevur hetta lýst væl tær ógvusligu fylgjur, sum harðskapur kann hava langt fram í tíðina. 2) Ráðstevna Eftir at heildarætlanin var løgd fram, fekk arbeiðsbólkurin fleiri afturmeldingar frá fakbólkum, myndugleikum, stovnum og felagsskapum. Hesi eftirlýstu meira vitan, upplýsingar og eina samfelagstilvitan um viðurskifti kring harðskap í familjuni. Grundað á hesar afturmeldingar varð greitt, at tørvur var á at skipa fyri einum átaki, har evnið harðskapur í familjuni var í miðdeplinum. Tí varð avgjørt at skipa fyri einari ráðstevnu, har eitt av endamálinum var at varpa ljós á harðskap, serliga úr sjónarhorninum hjá fakfólkum og myndugleikum. Eitt annað endamál var at fremja vitan og at geva innlit í hetta týðandi økið hjá teimum, sum koma í samband við harðskapstrupulleikan í sínum starvi. Ráðstevnan var ætlað fakfólki og myndugleikum, sum koma í samband við harðskapsraktar familjur – annaðhvørt børn ella vaksin. Til ráðstevnuna vóru yvir 400 fólk og fevna hesi um pedagogar, lærarar, heilsufrøðingar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, løgreglufólk, ljósmøður, kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, prestar, tannlæknar og fleiri onnur. Dømi um myndugleikar, sum vóru til ráðstevnuna eru løgregla, sjúkrahús, Almannastovan, Nærverkið, barnarverndartænasturnar og fleiri onnur. Hendan fylgifrágreiðing skal lesast sum ein uppfylging til heildarætlanina. Tí er neyðugt at hyggja at báðum frágreiðingum fyri at fáa fult yvirlit yvir arbeiðið í sambandi við heildarætlanina. Sostatt er bakgrund og argumentatión fyri átøkini partvís at finna í heildarætlanini, meðan fylgifrágreiðingin greiðir nakað meira ítøkiliga frá íverksetan av átøkunum. Í fíggjarlógini fyri 2012 hevur Løgtingið samtykt at seta av 1,2 mió. krónur til heildarætlanina. Átøkini og fíggjarlig útgreining eru á næstu siðu. 4 Átøkini í heildarætlanini Nr. Átak 1. Upplýsandi átak, sum vendir sær til børn. 90.000 2. Frálærutilfar til fólkaskúlabrúk 45.000 3. Upplýsandi átak, sum vendir sær til ung 35.000 15.000 4. Upplýsandi átak til almenningin 125.000 30.000 5. Upplýsandi tilfar at veita útlendskum kvinnum 40.000 6. Tilboð um sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt 55.000 55.000 55.000 55.000 55.000 Árlig veiting 7. Veiting til KH til keyp av mati og neyðsynjarvørum 10.000 10.000 10.000 10.000 10.000 Árlig veiting 8. Veiting til Kvinnuhúsið til tulkingarskipan til kvinnur 25.000 25000 25.000 25.000 25.000 Árlig veiting 9. Lóg um burturvísing úr heiminum og hjálparverja til harðskapsrakt 10. Skipað viðgerðartilboð til børn 11. Skipað netverk til persónar, ið eru fyri harðskapi 12. Vegleiðing um fráboðanar- & tagnarskylduna 13. Handbók til myndugleikar og felagsskapir 50.000 14. Samskipari 590.000 590.000 590.000 590.000 590.000 Setast í 2012 og 5 ár fram 15. Førleikamenning fyri yrkisbólkar 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 Byrjað 2012 og stigvíst í 5 ár 16. Fastar mannagongdir fyri harðskaparmál 17. Viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap 18. Samstarv við løgreglu o.ø. Samlað 2012 kr. 2013 kr. 2014 kr. 2015 kr. 35.000 2016 kr. 35.000 Tíðarætlan Annaðhvørt ár 2012 15.000 Annaðhvørt ár 2012 og 2014 10.000 2012 við møg. dagf. Í 2015 2013 45.000 400.000 400.000 400.000 400.000 Førleikamenning 2012, síðani árlig veiting 20.000 20.000 20.000 20.000 Fyrstu ferð 2013, síðani árlig veiting Verður gjørt saman við átaki 13 10.000 2012 við møg. dagf. Í 2015 Byrjað í 2013 50.000 400.000 400.000 400.000 400.000 Førleikamenning í 2012, síðani árlig veiting Byrjað 2013 1.200.000 1.540.000 1.620.000 1.560.000 1.590.000 5 Átøkini Átøkini verða útgreinað, og tó, so eru nógvar avgerðir hjá samskipara at taka, tá átøkini verða sett í verk. Tað merkir, at ávísar tillagingar kunnu væntast, men høvuðskarmarnir eru lýstir í heildarætlanini, sum skal lesast saman við hesari fylgifrágreiðing. Átøkini í hesari fylgifrágreiðing eru býtt í fýra bólkar eins og í heildarætlanini. Hesi eru:     Upplýsing og fyribyrging Hjálp og stuðul til tann harðskaparrakta Átøk, sum venda sær til yrkisbólkar Viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð Upplýsing og fyribyrging Átøkini, sum kunnu bólkast sum upplýsandi og fyribyrgjandi átøk, hava grundleggjandi týdning fyri at steðga harðskaparringrásini. Tosað verður um harðskaparringrásina, tí tað er nógv meira sannlíkt, at børn sum eru fyri harðskapi, vaksa upp og sjálv antin gerast harðlig ella finna seg í harðskapi. Kjarnuhugsjónin í hesum átøkum er, at fólk sum eru upplýst, eru í nógv størri mun før fyri at siga nei og siga frá. Hesin bólkur av átøkum inniheldur fimm átøk og hesi eru: Átak 1. Upplýsandi átak, sum vendir sær til børn Átak 2. Undirvísingartilfar til skúlabrúk Átak 3. Upplýsandi átak, sum vendir sær til ung Átak 4. Upplýsandi átak til almenningin Átak 5. Upplýsandi tilfar at veita útlendskum kvinnum Átak 1 Upplýsandi átak, sum vendir sær til børn í skúlum og barnagørðum Endamálið við hesum átaki er, at gera børn varug við harðskap, og at útvega teimum upplýsingar og møguleikar at siga frá, um tey sjálvi ella onnur eru fyri harðskapi.    Mettur kostnaður: kr. 90.000 í 2012 (kr. 35.000 í ávíkavist 2014 og 2016) Ábyrgdari: Samskipari og MMR Tíðarætlan: Fremjast í 2012 við tveimum minni átøkum í ávíkavist 2014 og 2016 Stutt lýsing av átakinum Í fyribyrgingar- og upplýsingarhøpi er eitt tað fyrsta stigið kunning um harðskap. At børn eru upplýst um lógarbrot, mørk og hvagar tey kunnu venda sær, er ein fortreyt fyri at steðga harðskapi. Sum týðiliga hevur verið umrøtt í heildarætlanini, hevur harðskapur sera álvarsamar fylgjur fyri tann, ið er rakt/ur. Tað kann ávirka lívið so grundleggjandi, at eyðkenni sum innlæringstrupulleikar, tunglyndi og sjálvmorðstankar eru vanlig – og hetta eru bert nøkur av eyðkennunum, sum kunnu koma fyri. Tí metir arbeiðsbólkurin, at tað er umráðandi at taka hetta evnið upp innan skúlagátt og í barnagarðshøpi, soleiðis at børn kunnu fyrihalda seg til boðskapin í einum læruumhvørvi. Í heildarætlanini varð lagt upp til, at málbólkurin fyri hetta átakið eru børn, sum ganga í fólkaskúla. Hesum verður framvegis tikið undir við, men verður hetta átakið nú víðkað til at umfata barnagarðar og vøggustovur eisini. Arbeiðsbólkurin hevur verið í samráð við NÁM, og hava hesi mælt til eina tilgongd, sum byrjar áðrenn fólkaskúlan. Tá 6 børn koma í skúlaaldur kunnu hesi longu hava verið fyri harðskapi í fleiri ár, og tí er neyðugt, at fyribyrgingar- og upplýsingararbeiðið byrjar áðrenn 1. flokk. Tað skal tó gerast á ein hátt, sum er passandi til menningarstigið hjá barninum. Fyri at fáa harðskap á dagskrá í vøggustovum og barnagørðum, er umráðandi at hava í huga námsætlanirnar, sum ein grundleggjandi karmur kring alla undirvísingar- og stovnsskipanina. Nýggju námsætlanirnar eru ein ætlan at seta karmar fyri førleikamenningina hjá børnum, heilt frá vøggustovu til og við miðnám. Á heimasíðuni skrivar Mentamálaráðið um nýggju námsætlanirnar1: Støðisførleikarnir í námsætlanunum eru: at virða, at samskifta, at kanna og at skapa. Hetta eru grundleggjandi førleikar, sum næmingurin hevur ognað sær í uppalingini, og sum verða mentir í øllum lærugreinum. Samstundis eru teir støðið undir fakligu førleikunum, ið næmingurin ognar sær í skúlanum. Sum tað sæst í tekstbrotinum, eru støðisførleikarnir at virða, at samskifta, at kanna og at skapa grundleggjandi í stovns- og skúlaskipanini í Føroyum. Hetta eru grundleggjandi førleikar,sum skulu mennast í øllum lærugreinum. Verður hugsað um harðskap, snýr tað seg í veruleikanum um vantandi virðing fyri øðrum menniskjum, og kanska sær sjálvum. Tí er eyðsæð, at harðskapur, sum eitt evni bæði á stovni og í skúlum, er týðandi í fyribyrgingarhøpi og fyri at steðga harðskapi. Átak um harðskap í vøggustovu- og barnagarðshøpi Námsætlanirnar hjá vøggustovum og barnagørðum (hereftir kallað stovnar) varpa serliga ljós á sosialu førleikarnar hjá børnum, og í minni mun á akademiskar førleikar. Tí er tað minst líka viðkomandi at fáa harðskap sum eitt týðandi evni úti á stovnum. Arbeiðsbólkurin heldur tó, at leisturin fyri stovnar eigur at vera øðrvísi enn fyri skúlar. Á stovnum er størri dentur lagdur á at menna sosialar førleikar hjá børnum, og er eygleiðing av børnum eitt meginamboð hjá starvsfólkum. Børnini á stovnunum hava ein øðrvísi skipaðan dag í mun til skúlar, og er starvsfólkatalið hægri fyri hvørt barnið í mun til skúlar. Tí skjýtur arbeiðsbólkurin upp, at ljós verður varpað á at menna førleikar hjá starvsfólkum, so tey eru betri før fyri at eygleiða børn í mun til harðskap. Her verður hugsað um sjúkueyðkenni hjá børnum, um tey eru fyri harðskapi, og eisini í hvønn mun samskifti (bæði likamliga og munnliga) millum børn kann bera brá av harðskapi. Harumframt kunnu starvsfólk á stovnum førleikamennast og fáa tilfar um harðskap at brúka í skúlabólkum, t.v.s. árgangin frammanundan, at børn fara í fólkaskúla. Í hesum viðfangi ber til at fáa íblástur frá tilgongdini við TRAS, sum hevur víst seg at hepnast væl. TRAS er eitt eygleiðingaramboð at brúka á dagstovnum til at meta um málsligu menningina hjá børnum undir skúlaaldur. Endamálið við tilfarinum er at økja vitanina um og áhugan fyri málsligu menningini hjá børnum. TRAS er ment av Sernámi, Mentamálaráðnum og Føroya Skúlabókagrunni. Sum liður í TRAS verkætlanini er hondbók og annað tilfar gjørt til brúk á stovnum, sum amboð hjá starvsfólkum at brúka til at meta um málførleikar hjá børnum. Átak um harðskap í skúlahøpi Ætlanin við hesum átaki er at fáa børn at tosa um harðskap, og verður hetta roknað sum ein týðandi byrjan til upplýsing, tilvitan - og eisini fyribyrging. 1 http://www.namsaetlanir.net/node/3 7 Umframt átak í vøggustovu- og barnagarðshøpi, sum er lýst omanfyri, er ætlanin, at málbólkurin í skúlahøpi fyri hesum átaki er 5. flokkur (eldri málbólkurin, sum er lýstur í átaki 3, er 9. flokkur). Arbeiðsbólkurin hevur ráðført seg við Nám og er komin til ta niðurstøðu, at 5. flokkur er ein hóskandi málbólkur og eru tað fleiri orsøkir til tess:    Gransking vísir, at børn, sum eru fyri harðskapi hava um 11-12 ára aldur nógv meira stirvnar fatanir av kynsleiklutum enn onnur børn.2 Her er talan um børn, sum liva í heimum, har ein faðir er harðligur mótvegis konu síni. Tí metir arbeiðsbólkurin, at tað er umráðandi at gera eitt miðvíst upplýsingar- og fyribyrgingararbeiði við børnum, áðrenn tey hava fingið hesar stirvnu fatanir Børn í 5. flokki eru væl før fyri at móttaka upplýsingar um harðskap við teirri treyt, at tað er gjørt í samsvari við teirra menningarstøði Arbeiðsbólkurin hevur verið í samráð við Gigni, og sum skilst, fara heilsufrøðingar út til 4. flokkarnar, har tey tosa við børnini um mørk, t.d. við atliti til at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum. Tí skjýtur arbeiðsbólkurin upp at bíða til 5. flokk, so upplýsingar- og fyribyrgingararbeiðið kann verða spjatt yvir fleiri ár Tað er nógv trýst á skúlar/lærarar at taka viðkomandi evni upp í undirvísingini – umframt, at hesi skulu halda seg til námsætlanirnar. Tí er sera umráðandi, at hetta átak verður gjørt í tøttum samstarvi við skúlar og NÁM. Tað eru tveir leistir at fáa harðskap við í lærugreinirnar. Hesir eru: 1. Mentamálaráðið heitir á skúlar um at fáa harðskap við í undirvísingina 2. Lærarin og/ella flokslærarin fær viðgjørt harðskap sum evni í eini lærugrein og/ella sum serstakt evni Fyri at fáa góða móttøku hjá lærarum og skúlum annars, metir arbeiðsbólkurin, at bæði leistur nummar eitt og tvey eiga at verða brúktir. Námsætlanirnar eru skipaðar soleiðis, at 80% av ætlanini er kravd frálæra, meðan 20% av undirvísingini kann flytast inn á vald evni – tó við støði í lærugreinini. Tað er júst í teimum 20% av undirvísingini at arbeiðsbólkurin metir, at átakið skal verða málrættað og sostatt verða flættað inn í verandi lærugreinir. Til tað krevst, at tilboðið til lærarar, t.v.s. undirvísingartilfar, lærararavegleiðingar og annað viðkomandi tilfar, verður gjørt soleiðis, at evnið verður nóg áhugavert. Ætlanin er, at átakið kann verða samansett soleiðis:  Vitjan frá samskipara, har hesin upplýsir um harðskap, m.a. við at seta sjóneykuna á mørk og geva børnum eina fatan av ymiskum sløgum av harðskapi  Tilfar til lærara at víðari viðgera evnið – helst í tvørfakligum forumi  Kapping, har børn kunnu skriva eina søgu um harðskap  Harumframt er ætlanin at gera plakatir og tilfar til internetsíður um harðskap. Endamálið við hesum er at børn fáa vitan um, at harðskapur er ólógligur, og at tey eiga at siga frá Nám Fyri at átak 1 (og átøk 2 og 3) skulu hepnast, er umráðandi at fáa gott samstarv í lag við Nám. Nám hevur ein sera týðandi og virknan leiklut fyri at lærarar kunnu røkka málunum í námsætlanunum. Nám fyrisitur m.a. SNAR, ger lærugreinasíður og temasíður á heimasíðuni snar.fo. Snar.fo er ein portalur, sum gevur lærarum og námsfrøðingum atgongd til nógv undirvísingartilfar. Í harðskaparhøpi er NÁM ein týðandi viðspælari og kunnu hesi:     Skipa tilfar um harðskap Gera temasíður við undirvísingartilfari (á heimasíðuni snar.fo) Vegleiða og sparra við samskiparan Rættlesa tilfar 2 Economic and social research council, Case study: Responding to domestic violence, http://www.esrc.ac.uk/_images/Responding_to_domestic_violence_tcm8-3385.pdf 8 Harumframt stendur NÁM fyri teimum flestu skeiðunum, sum lærarar fara á, og metir NÁM, at tað er ein gongd leið at skipa fyri skeiðum fyri lærarum um sjúkueyðkenni orsakað av harðskapi, og handfaring av børnum sum liva í heimum við harðskapi. Tí er tað eyðsæð, at NÁM kann vera við til at tryggja, at átak 1 verður væl móttikið. Harumframt er tað avgerandi, at lærarar hava atgongd til tilfar, fyri at hesir kunnu arbeiða víðari við evninum harðskapur. Í heildarætlanini vórðu upprunaliga 80.000 kr. settar av til átak 1. Hetta verður nú tillagað soleiðis, at 10.000 kr. afturat verða nýttar til átak 1, t.v.s. samlað 90.000 kr. Í nýggju útgreiningini av játtanini til heildarætlanina, verður nú ein minni upphædd sett av til átak 3. Sostatt verður ein upphædd flutt frá átaki 3 til átak 1. Nærri er greitt frá um orsøkina til at upphæddin verður lækkað , undir átaki 3. Átak 2 Undirvísingartilfar um harðskap Endamálið við hesum átaki er, at lærarar fáa atgongd til undirvísingartilfar um harðskap í parlagi í nærsambondum. Á tann hátt kunnu lærarar taka evnið upp til viðgerðar í flokkum eftir tørvi. Talan er um undirvísingartilfar at brúka til aðrar aldursbólkar enn teir, sum eru nevndir í átaki 1 og 3.    Mettur kostnaður: kr. 45.000 Ábyrgdari: Samskipari og MMR Tíðarætlan: 2012 Stutt lýsing av átakinum Í átaki 1 og 3 er talan um at málrætta tiltøk móti ávikavist barnagørðum, 5. flokkum og 9. flokkum. Men í hesum átaki er talan um undirvísingartilfar hjá lærarum at brúka til aðrar aldursbólkar. Hetta so, at harðskapur sum evni kann verða tikið upp til viðgerðar, hóast tað ikki neyðturviliga er knýtt at ávísum evnisverkætlanum. Í átaki 1 er umrøtt, at samskipari stendur fyri at gera undirvísingartilfar til lærarar og barnagarðar. Hinvegin er undirvísingartilfarið í átaki 2, ætlað øðrum aldursbólki. Í 2011 gav Kvinnuhúsið út tilfar, ætlað barnagarðsbørnum og børnum upp til 1.-2. flokk. Talan er um Ævintýreskjuna, sum inniheldur tríggjar ævintýrkendar søgur. Hesar taka evnið harðskap upp til viðgerðar, men við støði í einum heimi, sum børnini kenna væl, nevniliga ævintýrheimin. Søgurnar eru ætlaðar børnum, sum hava verið fyri harðskapi og geva eisini børnum amboð til at seta orð á harðskap. Tilfarið hevur undirvísingar- og lesivegleiðing og er serliga ætlað fakfólki at brúka, eitt nú námsfrøðingum og/ella lærarum. Tað skal viðmerkjast, at tilfarið til barnagarðsbrúk, sum er nevnt í átaki 1, er øðrvísi í mun til Ævintýreskjuna. Í meðan Ævintýreskjan er søgubók, er tilfarið undir átaki 1 rættað ímóti starvsfólki á stovnum. Tilfarið, sum er gjørt í sambandi við átak 1, er ætlað sum vegleiðing, og kunnu starvsfólk á stovnum ígjøgnum eygleiðing varpa ljós á harðskap. Í átøkunum 1 og 3 er mælt til at gera tilfar til ávíkavist 5. flokk, barnagarðar og 9. flokk. Harumframt er Ævintýreskjan ætlað barnagarðsbørnum og børnum upp til 1. og 2. flokk. Samanumtikið merkir tað, at tilfar verður tøkt til hesar aldursbólkar:   Barnagarð til 1. og 2. flokk (Ævintýreskjan) 5. flokk (átak 1) 9  9. flokk (átak 3) Við hesum í huga mælir arbeiðsbólkurin til, at tilfar eigur at gerast antin til aldursbólkin 6.-7. flokk ella til 3.-4. flokk. Tað eru nevniliga fleiri ár ímillum 2. flokk til 5. flokk og frá 5. flokki (átak 1) til 9. flokk (átak 3). Tí er arbeiðsbólkurin av teirri fatan, at gott hevði verið við tilfari at brúka í tíðarskeiðinum harímillum. Arbeiðsbólkurin hevur eisini havt aðrar møguleikar uppi at venda um ítøkiligt tilfar, sum kann umsetast. Eitt nú kann nevnast bókin Det gør ondt når far slår mor, sum felagsskapurin Børn og Unge i Voldsramte familier hevur givið út. Arbeiðsbólkurin hevur spurt seg fyri, og fingið ókeypis rættindi at umseta bókina. Í samráð við Nám er arbeiðsbólkurin tó komin til ta niðurstøðu, at út frá einum námsfrøðiligum sjónarmiði er ivaleyst annað tilfar, sum er betur hóskandi at arbeiða víðari við. Arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvat tilfar finst hjá lærarum at brúka aðrastaðni, og hevur tað eydnast at funnið nakað av tilfari. Sum dømi kann nevnast undirvísingartilfarið Expect Respect3, sum er útgivið í Bretlandi. Nám hevur ráðgivið arbeiðsbólkinum og sum skilst er ráðiligt at útvega tilfar, sum kann umsetast. Hetta tí, at grundtilfar oftast er sera kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at framleiða. Alt tilfar, sum verður tøkt hjá lærarum, verður lagt á undirvísingarportalin snar.fo. Nám er sinnað at gera eitt evnisøki á portalinum, har alt tilfar um harðskap verður lagt, tøkt hjá lærarum og námsfrøðingum at brúka. Átak 3 Upplýsandi átak um unnustuharðskap Endamálið er, at gera tey ungu varug við harðskap og siga teimum frá, hvar tey kunnu leita sær hjálp, um tey hava verið fyri harðskapi ella sjálv hava harðligan atburð.    Mettur kostnaður: kr. 35.000 í 2012 (kr. 15.000 í ávíkavist 2014 og 2016) Ábyrgdari: Samskipari, VMR og MMR Tíðarætlan: Fremjast í 2012 við tveimum minni átøkum í ávíkavist 2014 og 2016 Stutt lýsing av átakinum Hetta átakið hevur ein sindur øðrvísi boðskap enn átak 1. Í meðan átak 1 í stóran mun snýr seg um harðskap, sum børn eru fyri ella vitni til í heiminum, er hetta átakið um harðskap millum ung pør (áleið 15-24 ára aldur). Nógvar ábendingar eru um, at ung í hesum aldursbólki eru ein serliga útsettur bólkur, tá talan er um likamligan, sálarligan ella kynsligan harðskap frá unnustu/unnusta. Kvinnuhúsið hevur eisini boðað frá, at tey í alsamt størri mun hava viðtalur við ungar kvinnur, sum hava verið fyri unnustuharðskapi. Síðan heildarætlanin varð løgd fram, hevur arbeiðsbólkurin fingið samstarv í lag við SSP samskipara hjá løgregluni. Løgreglan hevur lagt eina ætlan, har allir 9. flokkar í landinum kunnu fáa vitjan frá SSP samskipara, og skal samskiparin tá greiða teimum ungu næmingunum frá harðskapi. Orsøkin til, at løgreglan hevur valt 9. flokk, er tí at fleiri ung leita sær á miðnámsskúla, í staðin fyri at fara í 10. flokk. Sostatt er 9. flokkur seinasti árgangur í fólkaskúlanum, har tey ungu við rímiligari vissu kunnu røkkast. 33 http://www.homeoffice.gov.uk/publications/crime/teen-relationship-abuse/teen-abuse-toolkit 10 Talan er um kriminalfyribyrgjandi undirvísing um harðskap og revsing. Undirvísingin fevnir um tveir skúlatímar og miðar politiið eftir at veita hetta tilboðið á hvørjum ári, so at allir árgangir fáa ágóðan av undirvísingini. Har verður millum annað komið inn á:    Hvat harðskapur er. Her verða næmingar eggjaðir til at kjakast um mørk Hvussu verður harðskapur revsaður og hvørjar eru fylgjurnar av at fremja harðskap Eisini fáa tey ungu upplýsing um, hvar tey kunnu venda sær, um tey antin eru fyri harðskapi ella sjálvi eru harðlig Arbeiðsbólkurin og SSP samskiparin hjá løgregluni eru komin til ta niðurstøðu, at tilgongdin hjá løgregluni líkist sera nógv tí, sum arbeiðsbólkurin hevur ætlanir um at seta í verk á skúlum. Tí verður talan um eitt samstarv við SSP, fyri at umgangast at sama arbeiði verður gjørt tvær ferðir. Tað merkir, at ætlanin um at vitja allar skúlar verður broytt, av tí at SSP samskiparin hjá løgregluni stendur fyri hesum. Hinvegin fer arbeiðsbólkurin at leggja áherðslu á tiltøk, sum stuðla undir arbeiðið hjá SSP. Talan verður um tilfar um unnustuharðskap, sum SSP samskiparin hjá løgregluni hevur við sær út í flokkarnar. Umframt tilfar verður skipað fyri kapping millum 9. flokkar í Føroyum, har tey ungu luttaka, antin sum flokkur ella í bólkum. Eisini er møguleiki fyri at fáa samstarv í lag við ungdómshús kring landið í sambandi við kappingina. Evnið er unnustuharðskapur og kunnu tey ungu velja at gera stuttsøgu, eina mynd, yrking ella stuttfilm, fyri at lýsa harðskap. Skipast skal fyri fundi millum viðkomandi lærarar í ymsu økjunum í Føroyum, fyri at kunna um tiltakið. Tilfar verður eisini gjørt til lærarar, so hesir á bestan hátt kunnu stuðla næmingunum í kappingini við kjaki og upplýsing um harðskap. Hetta tilfar verður lutvíst grundað á tilfar, sum er nýtt í Stóra Bretland, í undirvísing í sambandi við harðskap. Fyri at tiltakið skal eydnast væl, skal tilfar framleiðast og samskipast í tøttum samstarvi við NÁM, og fyri at eggja næmingum at luttaka og gera sær ómak, skulu latast góðir vinningar. Fyri at stuðla undir einum av endamálunum við heildarætlanini, nevniliga at bróta tøgnina, sum valdar kring harðskap, eigur nógv at verða gjørt burturúr at almannakunngera vinnara av kappingini, við m.a. framsýning av tilfari. Eisini hevur Fólkaheilsuráðið játtað, at tilfar (serliga filmar og stutt innsløg, upp til 1 minutt) kunnu sýnast í Gevið Gætur. Átak 4 Upplýsandi átak til almenningin Endamálið kann býtast í tvey: 1) At broyta hugburð til harðskap í familjuni, soleiðis at fólk skulu kenna ábyrgd, um tey vita um, at harðskapur fer fram. Í hesum viðfangi skal eisini verða upplýst um fráboðanarskylduna, sum er galdandi, tá ið børn eru í heiminum. Ætlanin er, at hetta átakið skal varpa ljós á harðskap í familjuni, og at fólk verða upplýst um harðskap og tosa um tað. 2) At tey, sum eru fyri harðskapi, viðurkenna ella fata, at eingin skal góðtaka ella liva við harðskapi. Kunning skal gerast um, hvørjar møguleikar til hjálp harðskaparrakt børn og vaksin hava og hvar tey kunnu leita sær hesa hjálp. Samfelagið skal tosa um harðskap og vónandi gevur hetta teimum, sum eru fyri harðskapi, styrki til at siga frá.    Mettur kostnaður: kr. 125.000 í 2012 (kr. 30.000 í 2014) Ábyrgdari: Samskipari Tíðarætlan: Fremjast í 2012 við einum minni átaki í 2014 11 Stutt lýsing av átakinum Ein fortreyt fyri, at harðskapur í familjuni verður fyribyrgdur og steðgaður er, at samfelagið kring hesar familjur vísir samfelagsábyrgd og rópar varskó. Blandar samfelagið seg ikki í hesi viðurskifti, verður heilt víst truplari at basa harðskapi. Arbeiðsbólkurin hevur havt samrøður við vaksin, sum hava verið fyri harðskapi í parlagnum og eisini onnur, sum eru uppvaksin í heimum, har harðskapur hevur verið. Hesi søgdu áhaldandi við arbeiðsbólkin, at ein sera stórur trupulleiki er, at bæði fakfólk og samfelagið rundan um tey vóru kvirr. Ein kvinna, sum arbeiðsbólkurin hevur tosað við, og sum var fyri harðskapi sum barn, greiddi frá, hvussu hon fór at halda, at harðskapur var vanligur. Onnur kvinna, sum er útlendsk, hevur greitt frá, hvussu harðligi maður hennara segði henni, at harðskapur var vanligur í Føroyum millum pør. Hesar samrøður eru bert dømi, men tað eru nógvar frágreiðingar, sum stuðla undir hesum. Tí er eingin ivi um, at ein týðandi uppgáva hjá samskiparanum er at fáa harðskap á dagsskrá, hóast tað kann verða eitt trupult evni at tosa um. Í hesum átaki verður skipað fyri almennum upplýsandi átøkum. Talan er um innsløg at sýna í sjónvarpi (m.a. Gevið Gætur). Eisini verður tilfar um harðskap at leggja á alnet og almenn støð. Boðskapurin skal verða, at:  Harðskapur í familjuni er ólógligur og óvirðiligur  Eingin skal liva við harðskapi  Øll, sum fáa kunnleika til barn/børn, ið liva í harðskaparraktum heimi, hava eina fráboðanarskyldu til barnaverndina sambært barnaverndarlógini Átak 5 Upplýsandi tilfar til útlendingar um harðskap á nøkrum høvuðsmálum Endamálið er, at útvega útlendingum vitan um síni rættindi og upplýsingar um, hvagar teir kunnu venda sær, um teir hava verið fyri harðskapi.    Mettur kostnaður: kr. 40.000 í 2012 (kr. 10.000 í 2015) Ábyrgdari: Samskipari, IMR Tíðarætlan: Tilfar verður gjørt í 2012, sum er møguligt at dagføra í uppafturprenti í 2015 Stutt lýsing av átakinum Útlendingar, sum flyta til Føroya fyri at arbeiða ella orsakað av familjusamanføring, koma ofta úr londum, har menniskjarættindi ikki vera hildin eins væl og í Føroyum. Fleiri koma eisini úr londum, har ein hevur misálit á myndugleikar. Ætlanin er tí, at upplýsandi tilfar til útlendingar skal gerast á nøkrum høvuðsmálum. Tilfarið skal veita kunning um viðurskifti um harðskap og greiða frá, hvørji rættindi føroyskir borgarar hava í sambandi við harðskap. Tilfarið skal eisini upplýsa um, hvagar borgarar kunnu venda sær fyri at fáa hjálp ella vegleiðing. Eftir hagtølunum hjá Kvinnuhúsinum at døma, eru útlendskar kvinnur ein útsettur bólkur, tá talan er um harðskap í parlagi. Í samskifti við Kvinnuhúsið og kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, hevur arbeiðsbólkurin skilt, at tað kann vera torført hjá útlendskum kvinnum at fáa upplýsingar um síni rættindi. Tí verður faldari framleiddur at upplýsa um harðskap, rættindi og hvar hjálp kann fáast. Í tílíkum faldara skulu upplýsingar um løgreglu, kreppumiðstøð og aðrar myndugleikar vera. Faldarin er ætlaður øllum útlendingum, bæði monnum og kvinnum. Hóast vit bert hava ítøkiliga vitan um útlendskar kvinnur, sum liva í parløgum har harðskapur er,skal tilbúgvingin rúma allar útlendingar, sum eru fyri harðskapi, bæði kvinnur og menn. Ein av stóru avbjóðingunum við hesum átaki er, hvussu útlendingar kunnu røkkast. Kanningar, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, vísa, at tað er avbjóðandi at veita tilfar til allar útlendingar, sum flyta til landið. Útlendingamál verða 12 nevniliga avgreidd av danska Udlændingeservice, og Útlendingastovan hevur tí trupult við at fáa yvirlit yvir, hvørji uppihaldsloyvi verða játtað av donskum myndugleikum. Seinni skulu uppihaldsloyvi leingjast hjá løgregluni í Føroyum, men er hetta ikki fyrr enn eitt ár er farið. Arbeiðsbólkurin hevur samskift við ymiskar myndugleikar og stovnar fyri at staðfesta, nær hesi koma í samband við útlendingar, ið koma til landið. Umhugsað eigur at verða, hvørt henda kunningin skal gevast í sambandi við aðra kunning til útlendingar, ið flyta til landið. Bert at geva kunning um kreppumiðstøðina og hjálp í sambandi við harðskap, kann fatast av summum sum stigmatiserandi, bæði fyri føroyska makan og útlendsku kvinnuna. Niðurstøðan er, at tað í roynd og veru er avbjóðandi, at finna ein miðil sum røkkur allar útlendingar. Tí eigur ein faldari at verða gjørdur, sum kann leggjast ymisk almenn støð, har útlendingar kunnu hugsast at koma, t.d. hjá kommunulæknum, á kommunuskrivstovum, á skaðastovum, bókasøvnum, hjá tannlæknum, apotekum og á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni. Almenn kunning til útlendingar er umrødd í Integratiónsálitinum, ið Innlendismálaráðið hevur staðið fyri. Eingin skipað almenn kunning er enn sett í verk fyri útlendingar, ið flyta til Føroya. Um so er, at kommunur ella onnur skipa fyri almennari kunning, kann faldarin um harðskap leggjast saman við tí almennu kunningini. Við tað, at henda heildarætlan bert fevnir um harðskap og ikki um aðrar almennar upplýsingar, skal átak 5 verða við til at tryggja, at útlendingar verða kunnaðir um harðskap. Sum dømi til íblástur, kann nevnast ein lítil faldari, sum er gjørdur í Danmark. Hann er á stødd við eitt gjaldskort, og er á nøkrum fáum høvuðsmálum. Í danska faldaranum er eitt telefonnummar, sum kann skræðast úr og leggjast t.d. í eina mappu, so eingin sær tað. Stuðul til harðskaparrakt At veita stuðul til teirra, sum hava verið fyri harðskapi, hevur tvey endamál. Fyrst og fremst skulu hesi menniskju fáa ta hjálp, teimum tørvar. Fyri tað næsta er umráðandi at fyribyrgja, at harðskapur endurtekur seg, sokallað eftirfyribyrging. Hetta sæst t.d. í átaki 9, tilmæli til lógarheimildir, sum eisini eru broytingar í lóggávu, sum løgreglan hevur eftirlýst. Átøkini í hesum bólki eru: Átak 6. Tilboð um innleiðandi sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt, sum koma á kreppumiðstøð (Kvinnuhúsið) ella, sum eru rýmd undan maka vegna harðskap Átak 7. Veiting til Kvinnuhúsið til at keypa mat og neyðsynjarvørur til kvinnur og børn teirra Átak 8. Veiting til Kvinnuhúsið til tulkingarskipan til kvinnur Átak 9. Tilmæli til lógarheimildir Átak 10. Skipað viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi Átak 11. Skipað stuðulsnetverk við sálarfrøðingi til teirra, ið hava verið fyri harðskapi Átak 6 Tilboð um innleiðandi sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt, sum koma á kreppumiðstøð (Kvinnuhúsið) ella, sum eru rýmd undan maka vegna harðskap. Endamálið er at veita harðskaparraktum bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp, so at tey byrja tilgongdina at koma fyri seg aftur. Bráðfeingis sálarfrøðilig hjálp kann í hesum høpi greinast, sum tvær til tríggjar viðgerðir uppá ein tíma hjá sálarfrøðingi4. 4 Avmarkingin á 2-3 ferðir hjá sálarfrøðingi er ásett grundað á avmarkaðarpeningaligar upphæddir og skal ikki skiljast sum ein avmarking, ið er fakliga grundað. 13    Mettur kostnaður: kr. 55.000 árliga Ábyrgdari: AMR og HMR Tíðarætlan: Árlig veiting, fyrstu ferð í 2012 Stutt lýsing av átakinum Gransking vísir, at ein harðskaparraktur persónur setur seg í samband við løgregluna eftir at hava verið fyri harðskapi í miðal 35 ferðir5. Tí er tað sannlíkt, at tá ein persónur velur at rýma úr parlagi, har harðskapur er, hevur viðkomandi verið fyri harðskapi í rúma tíð, og er tá ofta sera illa fyri sálarliga – og kanska eisini likamliga. Bæði felagsskapir sum Kvinnuhúsið og ymsir fakbólkar, hava eisini váttað hetta fyri arbeiðsbólkinum. Teimum flestu tørvar hjálp fyri at fóta sær aftur og tí kann vera neyðugt við bráðfeingis sálarligari hjálp. Fleiri kvinnur, sum koma á Kvinnuhúsið, rýma rættiliga knappliga, kanska enntá á miðjari nátt. Tað kann viðføra, at tær hava lítið ella einki av peningi og ei heldur atgongd til eina bankakonto. Kvinnuhúsið hevur víst á, at tað kann vera ov kostnaðarmikið at fáa sálarfrøðiliga kreppuhjálp hjá teimum harðskaparraktu. Tørvur er tí á ókeypis innleiðandi sálarfrøðiligari kreppuhjálp til nøkur av teimum, sum rýma úr parlagi við harðskapi. Í summum førum rýma einstaklingar úr parlagi, men hava annað stað at fara til enn Kvinnuhúsið. Tey fara, eitt nú, til familju ella vinfólk. Tí er tað hugsandi, at fleiri eru, sum hava tørv á sálarligari kreppuhjálp, hóast tey gista aðrastaðni enn í Kvinnuhúsinum. Hetta átakið er ætlað bæði kvinnum og monnum, sum hava verið fyri harðskapi. Arbeiðsbólkurin metir, at hesi, sum gista aðrastaðni, kunnu vera eins illa fyri sum tær, ið gista á Kvinnuhúsinum. Tí eigur tilboðið um innleiðandi sálarfrøðiliga kreppuhjálp at umfata:   Tær kvinnur, sum koma á Kvinnuhúsið Tey, sum rýma úr parlagi, har harðskapur er, men sum gista aðrastaðni Heilsutrygd kann veita gjald fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi og verður kunngerð lýst á økinum í næstum. Kunngerðin regulerar ískoytið til viðgerð hjá sálarfrøðingi til persónar, sum til dømis hava verið fyri harðskapi. Tó hevur hetta víst seg at vera ein í so stirvin skipan fyri bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp. Hetta er serliga tí, at Kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, hevur eina aldursavmarking, ið sigur, at bert persónar upp til 25 ár hava rætt til veitingina. Harumframt er egingjald á. Sostatt rindar Heilsutrygd, eftir verandi skipan, tí bert í ávísum førum partgjald, men tá skal viðkomandi fyrst venda sær til kommunulækna. Tá hugsað verður um sálarstøðuna hjá harðskaparraktum, tá tey júst eru flýdd úr húsi og heimi, hevur tað í fleiri førum víst seg at vera ein ov stór forðing at venda sær fyrst til lækna, fyri síðani at fáa atgongd til sálarfrøðing ígjøgnum skipanina hjá Heilsutrygd. Talan skal tí vera um ókeypis hjálp við einari smidligari skipan. Í hesum átaki hevur Kvinnuhúsið samskipandi leiklutin. Um Kvinnuhúsið metir, at kvinnur, sum koma á kreppumiðstøðina, eru illa fyri, setur Kvinnuhúsið seg í samband við sálarfrøðing, soleiðis at hesar kunnu fáa bráðfeingis sálarfrøðiliga viðgerð (upp til 3 ferðir). Kvinnuhúsið hevur samband við nógvar kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, men sum ikki neyðturviliga gista á kreppumiðstøðini. Tá talan er um persónar, sum eru rýmdir úr harðligum parlagi, men sum gista aðrastaðni enn í Kvinnuhúsinum, er neyðugt, at hesi fáa hjálpina ígjøgnum Kvinnuhúsið. Í tílíkum førum hevur Kvinnuhúsið samskipandi leiklut og spyr/ger fyribils meting um, hvørt viðkomandi tørvar bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp – á sama 5 SoRelle, R. (2006) “Domestic Violence Victims More Likely to Seek Emergency Care for Self-Harm”, http://journals.lww.com/em-news/Fulltext/2006/11000/Domestic_Violence_Victims_More_Likely_to_Seek.2.aspx, 15. november, 2011. 14 hátt sum við teimum, sum gista á Kvinnuhúsinum. Kvinnuhúsið hevur eisini játtað at hava samskipandi leiklut, har menn hava verið fyri harðskapi. Um tann harðskaparrakti, ynskir at tosa við sálarfrøðing, ger sálarfrøðingur síðani eina fakliga meting. Kvittanir fyri sálarfrøðiliga viðgerð fyri í mesta lagi tríggjar ferðir fyri hvønn persón, og í mesta lagi 60.000 kr. samanlagt á hvørjum ári, verða sendar samskipara til gjaldingar. Átak 7 Veiting til Kvinnuhúsið til at keypa mat og neyðsynjarvørur til kvinnur og børn teirra Endamálið er, at Kvinnuhúsið skal hava møguleika at keypa mat og neyðsynjarvørur til teirra, sum koma til kreppumiðstøðina uttan pening og inntil viðgerð á Almannastovuni er avgreidd.    Mettur kostnaður: kr. 10.000 árliga Ábyrgdari: AMR Tíðarætlan: Árlig veiting, fyrstu ferð í 2012 Stutt lýsing av átakinum Fyri at gista á kreppumiðstøðini, tekur Kvinnuhúsið eitt gjald fyri hvørja nátt, umframt at tey gistandi sjálv keypa og gera mat til egna nýtslu. Fíggjarætlanin hjá Kvinnuhúsinum er sera avmarkað og tí skulu kvinnur sjálvar rinda mat og uppihald. Kvinnuhúsið hevur fleiri ferðir verið í tí støðu, at kvinnur koma á kreppumiðstøðina uttan pening. Í tílíkum førum ringir Kvinnuhúsið til vælgerandi felagsskapir fyri at vita, um hesi kunnu lata mat. Hetta metir arbeiðsbólkurin vera óheppið – serliga um tað ikki eydnast Kvinnuhúsinum at útvega mat. Tí hevur arbeiðsbólkurin mælt til, at tær kvinnur, sum ongan pening hava, tá tær koma á Kvinnuhúsið, skulu fáa mat og neyðsynjarvørur til sín og børnini í avmarkaða tíð. Arbeiðsbólkurin hevur verið í samband við Almannastovuna og spurt hvørjir stuðulsmøguleikar eru til tey, sum gista á Kvinnuhúsinum. Almannastovan sigur í uppriti frá 18. februar 2011 soleiðis: Førir harðskapur til samlívsslit, og hetta hevur fíggjarligar avleiðingar við sær, verður hetta mett sum ein almannahending, sum gevur rætt til fíggjarligan stuðul eftir §9 og §15 í forsorgarlógini - um vanligu treytirnar eru loknar. Talan er oftast um stuðul til at stovna nýtt heim, stuðul til uppihald á Kreppumiðstøðini, umskiftishjálp inntil kvinnan aftur er før fyri at forsyrgja sær sjálv - vanliga tó í mesta lagi 6 mðr. Hevur kvinnan verið forsyrgd av manninum, kann talan verða um stuðul í longri tíð og møgulig a arbeiðsmarknaðartiltøk, um tað er neyðugt fyri at hon kann koma í arbeiði. Sum sæst í svari frá Almannastovuni hava tey, sum vegna harðskap ikki hava atgongd til pening, rætt til fíggjarliga hjálp, m.a. til uppihald á kreppumiðstøð. Í roynd og veru átti tað tí ikki at verið ein trupulleiki, at kvinnur, sum koma á Kvinnuhúsið, ikki hava pening. Tó hevur Kvinnuhúsið í viðmerkingum til heildarætlanina víst á, at: Javnan hava kvinnur, við evt. børnum, ið flyta inn á Kreppumiðstøðina, ongan pening tøkan til mat og aðrar neyðsynjarvørur. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað, m.a. at tær ikki hava atgongd til konti, at tær ikki hava haft innlit í fíggjarligu viðurskiftini í familjuni, makin hevur stongt konti, flutt pening, tikið peningin út og í summum førum nýtt alt til rúsandi løg/evnir. 15 At fáa bráfengishjálp tekur altíð nakrar dagar. Eisini kunnu vikuskiftir og aðrir heilidagar gera, at enn longur tíð gongur áðrenn bráfengishjálp frá Almannastovuni er sett í verk. Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum Sum tað sæst í brotinum omanfyri, eru tað tíðum dømi, har fleiri dagar kunnu ganga, inntil kvinnan kann fáa fíggjarliga hjálp frá Almannastovuni. Upphæddin verður tí flutt Kvinnuhúsinum sum ein stuðulsjáttan og skal nýtast til endamálið. Kvinnuhúsið fer í hesum viðfangi at umsita stuðulsjáttanina fyri seg og stovna serstaka konto í roknskapinum. Kvinnuhúsið letur á hvørjum ári grannskoðaðan roknskap til Almannamálaráðið. Átak 8 Veiting til Kvinnuhúsið til tulkingarskipan til kvinnur Endamálið er, at kvinnur (og børn teirra), ið koma á Kvinnuhúsið, og sum tosa eitt fremmant mál, skulu hava møguleika at samskifta og skilja týðandi viðurskifti.    Mettur kostnaður: kr. 25.000 árliga Ábyrgdari: IMR og AMR Tíðarætlan: Árlig veiting, fyrstu ferð í 2012 Stutt lýsing av átakinum Seinnu árini hevur Kvinnuhúsið havt lutfalsliga nógvar útlendskar kvinnur búgvandi. Hesar hava tíðum avmarkaðar ella ongar førleikar at samskifta á føroyskum, donskum, enskum o.s.fr. Hetta kann gerast ein avbjóðing fyri tær, bæði tá talan er um vanligt samskifti við starvsfólk á Kvinnuhúsinum, umframt t.d. at seta seg inn í síni rættindi og tosa við sálarfrøðing. Eftir verandi lóggávu kann ein kvinna, sum býr á Kvinnuhúsinum og sum tørvar tolk, fáa fíggjarligan stuðul í ávísum førum. Heilsutrygdarlógin veitir, sambært kunngerð nr. 117 frá 2011 um gjald fyri málsliga tulkatænastu í sambandi við læknahjálp, fullan stuðul til tolk í sambandi við læknavitjan. Harumframt hava løgregla og dómsvaldið ábyrgd at útvega tolk, tá vitni skulu avhoyrast. Í Bekendtgørelsen nr. 148 frá 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, som senest ændret ved lov nr. 414 af 2011, stendur soleiðis: § 149. 2) 4) Hovedsproget i retten er færøsk, men dansk kan lige så vel anvendes som færøsk. Afhøring af personer, der ikke har tilstrækkeligt kendskab til det færøske eller det danske sprog, skal så vidt muligt ske ved hjælp af en translatør eller en af retten udnævnt tolk. Sostatt kann ein kvinna, sum gistir á Kvinnuhúsinum, fáa tolk, um hon skal til lækna, avhoyrast hjá løgreglu ella í rættin. Tó eru fleiri øki, har eingin stuðul fæst. Her er talan um eitt nú samrøðu við sálarfrøðing, við starvsfólk á Kvinnuhúsinum, við myndugleikar, eitt nú skúlar og til hjálp at útfylla/skilja oyðibløð og onnur skjøl. Tað er í tílíkum førum, at peningurin eftir átak 8 kann veita stuðul til tolk. Kvinnuhúsið sigur í viðmerkingum til heildarætlanina soleiðis: Vit hava á hvørjum ári útlenskar kvinnur gistandi. Flest teirra duga so mikið enskt, at vit kunnu samskifta í tí dagliga. Men tá tað snýr seg um at umseta t.d. almen brøv, har tað er týðningarmikið at tryggja sær, at tær 16 skilja innihaldið, gerts hettar bert við hjálp frá tulki. Vit hava eisini upplivað, at kvinna als ikki hevur kunna samskift við okkum. Tá er neyðugt at hava ein tulk til samskifti. Har kunnu vit samla ymiskt saman, so vit fáa greitt kvinnuni frá ymiskum relevantum, og ikki minst, at kvinnan kann seta okkum spurningar. Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum Upphæddin verður flutt Kvinnuhúsinum sum ein stuðulsjáttan og skal nýtast til endamálið. Kvinnuhúsið fer í hesum viðfangi at stovna serstaka konto í roknskapinum. Kvinnuhúsið letur á hvørjum ári grannskoðaðan roknskap til Almannamálaráðið. Átak 9 Tilmæli til lógarheimildir Endamálið við hesum átaki er, at fáa til vega ymiskar lógarheimildir, sum kunnu betra um støðuna hjá tí harðskaparrakta. Talan er um hesar heimildir: 1. Fáa heimild at vísa honum, sum fremur harðskap, burtur frá heiminum eitt ávíst skifti 2. Lógarheimild, sum ger tað møguligt hjá teimum, ið hava verið fyri harðskapi, at fáa hjálparverja í einum harðskapsmáli, sum tað almenna rindar 3. Lógarheimild, so at uppihaldsloyvi til útlending kann sýtast, um makin í Føroyum er dømdur treytaða ella treytaleysa frælsistøku fyri ávís revsirættarlig misbrot móti fyrrverandi maka ella hjúnafelaga.    Mettur kostnaður: Eingin, er við í verandi fyrisiting Ábyrgdari: IMR Tíðarætlan: 2013 Stutt lýsing av átakinum 1. Fáa heimild at vísa honum, sum fremur harðskap, burtur frá heiminum eitt ávíst skifti En familja, sum er rakt av harðskapi, livir í ótryggleika og er ofta illa fyri sálarliga. Tað kann vera ringt hjá tí harðskaparrakta at sleppa úr støðuni, og um børn eru í familjuni, kann tað at rýma til eitt nú eina kreppumiðstøð viðføra, at børnini noyðast at flyta skúla/stovn í eitt skifti. Í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Eysturríki og Stóra Bretlandi eru lógir settar í gildi, har heimilað er at noyða harðskapsfremjaran úr heiminum eitt skifti. Hetta verður gjørt fyri at geva tí harðskapsrakta tíð at umráða seg og møguliga finna eina loysn á trupulleikunum, og fyri at fyribyrgja harðskapi í heiminum. Í Eysturríki6 er møguleikin at noyða harðskapsfremjaran úr heiminum, ógvuliga nær tengdur at møguleikanum at veita tí harðskapsrakta serkøna hjálp og ráðgeving. Tá ið løgreglan tekur avgerð um at noyða harðskapsfremjaran úr heiminum, skal tann harðskapsrakti samstundis vegleiðast um møguleikan fyri ráðgeving, og boðast skal frá til eina serliga kreppumiðstøð, mannaðari við løgfrøðingum, sosialráðgevum og terapeutum. Kreppumiðstøðin setir seg síðani í samband við tann harðskaparrakta. Í Danmark áleggur lógin eisini løgregluni at boða frá til sosialu myndugleikarnar, men sosialu myndugleikarnir hava onga skyldu at gera meira við málið. Í Danmark er lógin ikki nýtt so nógv sum væntað, hóast løgreglan heldur, at lógin er eitt sera gott amboð í sambandi við fyribyrging av harðskapi. Eftir øllum at døma er orsøkin til hetta, at kunnleikin til lógina er ov lítil, bæði innan løgregluna, men eisini millum fólk annars7. 6 7 Evaluering af Lov om bortvisning og beføjelse til at meddele tilhold m.v. Justitsministeriets Forskningsenhed dec. 2006 s. 8 Evaluering af Lov om bortvisning og beføjelse til at meddele tilhold m.v. Justitsministeriets Forskningsenhed dec. 2006 s. 37 17 Bólkurin, ið hevur endurskoðað donsku lógina (sí notir), metir, at tað er ógvuliga týðandi, um lógin skal virka eftir ætlan, at sosialu myndugleikarnir hava ein virknan leiklut, tá ið teir verða kunnaðir um, at ein harðskapsfremjari er noyddur úr heiminum. Eisini er týdningarmikið, at tilboð er um ymiska hjálp og ráðgeving, bæði til tann harðskaparrakta og harðskapsfremjaran. Arbeiðsbólkurin hevur tosað við løgregluna og ein sjálvhjálparbólk í Kvinnuhúsinum, og halda báðir partar, at tað er sera týdningarmikið at fáa eina tílíka lóg í Føroyum. Lov om bortvisning er ein revsirættarlig lóg, og tá revsirættur er undir føroyskum málsræði, er møguligt at gera eina serføroyska løgtingslóg, sum tekur útgangsstøði í okkara viðurskiftum. Tað eru tó nógvir ymiskir spurningar at taka støðu til í sambandi við at gera eina tílíka lóg, og helst eigur ein arbeiðsbólkur undir Innlendismálaráðnum at arbeiða víðari við málinum, soleiðis at lógin verður so góð sum tilber. Lógin fer væntandi eisini at krevja fylgibroytingar í rættargangslógini, sum er ein fólkatingslóg, og tí mugu broytingar gerast við ríkislógartilmæli. Tað er tí ikki sannlíkt, at ein lóg kann koma í gildi fyrr enn einaferð í 2013. Um lógin skal koma at virka eftir ætlan, er neyðugt, at løgreglan og sosialu myndugleikarnir hava eitt tætt samstarv, og at møguligt er at bjóða tilboð um ráðgeving og viðgerð til øll í harðskaparraktu familjuni. Harumframt er neyðugt at kunna allar myndugleikar og fólk annars um lógina, og hvussu hon skal nýtast. Hetta eigur at gerast við jøvnum millumbili framyvir. 2. Lógarheimild, sum ger tað møguligt hjá teimum, ið hava verið fyri harðskapi, at fáa hjálparverja í einum harðskapsmáli, sum tað almenna rindar Støðan hjá tí harðskaparrakta er trupul undir einum sakarmáli og í sambandi við, at revsimál verður kannað. Tí hevði verið gott, um tann harðskaparrakti kundi fingið ein hjálparverja (bistandsadvokat), sum tað almenna rindar. Hjálparverjin kundi røkt áhugamálini hjá viðkomandi í sambandi við revsimálið. Ein hjálparverji kann verða til staðar, tá ið tann harðskaparrakti verður avhoyrdur av løgregluni í sambandi við, at revsimálið verður kannað. Hjálparverjin kann eisini vera við í rættinum og hevur rætt at stilla tí harðskaparrakta spurningar, tá ið viðkomandi verður avhoyrdur. Hjálparverjin kann mótmæla spurningum frá øðrum, um spurningurin ikki kemur málinum við, ella um spurningurin verður settur á ein ósømiligan hátt. Um krav skal setast fram um møguligt endurgjald, kann hjálparverjin hjálpa harðskaparrakta við hesum. Ein tílík lógarheimild krevur, at § 741 a í føroysku rættargangslógini verður broytt, so hon verður samsvarandi tí donsku. Hetta má gerast við ríkislógartilmæli, og er hetta nakað sum tekur tíð, av tí at tað eru danskir myndugleikar, sum skulu fyrireika lógarbroytingina. Broytingin er longu umbiðin, men tað er ikki sannlíkt, at lógarbroytingin kann koma í gildi fyrr enn í 2013. 3. Lógarheimild, so at uppihaldsloyvi til útlending kann sýtast, um makin í Føroyum er dømdur treytaða ella treytaleysa frælsistøku fyri ávís revsirættarlig misbrot móti fyrrverandi maka ella hjúnafelaga Útlendingar, ið koma til landið, eru í eini sera viðbreknari støðu, um tey verða fyri harðskapi. Ofta hava tey einki netverk og vita lítið um lóggávuna í Føroyum. Tey verða tí ofta fulkomiliga avbyrgd, um tey fáa ein harðligan maka, eins og tey hava málsligar avbjóðingar, umframt at tey kenna lítið til føroyskan sið og mentan. Tað er tí meira sannlíkt, at ein útlendingur finnur seg í harðskapinum og verður verandi í harðliga parlagnum.8 Arbeiðsbólkurin mælir tí til at broyta útlendingalógina, soleiðis at heimild verður fyri at nokta familjusamanføring, um makin í Føroyum er dømdur treytaða ella treytaleysa frælsistøku fyri ávís revsirættarlig misbrot móti einum fyrrverandi maka ella hjúnafelaga. 8 Bemærkninger til lov nr 427 om ændring af udlændingeloven og integrationsloven 18 Broytingin í útlendingalógini má gerast við ríkislógartilmæli, og er hetta nakað, sum tekur tíð, av tí at danskir myndugleikar skulu fyrireika lógarbroytingina. Tað er ikki sannlíkt, at lógarbroytingin kann koma í gildi fyrr enn í 2013. Átak 10 Eitt skipað viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi ella verið vitni til tað Endamálið við átakinum er at tryggja børnum rætta og nøktandi viðgerð, og ikki minst uppfylging eftir viðgerð soleiðis, at børnini fóta sær og at langtíðar árinini av harðskapinum verða avmarkað. • • • Mettur kostnaður: kr. 45.000 í 2012 og síðani kr. 400.000 árliga Ábyrgdari: HMR og AMR Tíðarætlan: 2012 førleikamenning og mannagongdir. Klárt at seta í verk í 2013 Sambært verandi skipan eru tað barnaverndartænasturnar, ið rinda viðgerð til børn, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava verið fyri harðskapi. Flestu barnaverndartænasturnar hava ikki sálarfrøðing ella annan viðgera í starvi, og tí verður barnið víst til privatpraktiserandi sálarfrøðing. Barnaverndartænasturnar hava víst á, at verandi skipan er ov tilvildarlig. Barnið verður sent til tann sálarfrøðingin, sum Barnaverndartænastan hevur royndir við ella tann, sum hevur tíð at taka ímóti barninum. Høvuðsavbjóðingin við hesari skipan er, at talan er um eina stutttíðar loysn, heldur enn eitt langtíðar viðgerðartilboð. Harumframt, veitir verandi skipan ikki nóg góða trygd fyri, at sálarfrøðingurin hevur servitan og royndir við júst harðskapi. Barnaverndartænastan hevur eftirlýst, at eitt langtíðar viðgerðartilboð fæst til børn. Eitt tílíkt tilboð ber í sær, at allir myndugleikar, sum eru um barnið, samstarva, t.v.s. lærari, heilsufrøðingur, sálarfrøðingur o.s.fr. Hvussu leingi eitt tílíkt viðgerðartilboð varir, kann broytast í mun til barnið, men umleið tvey ár verður roknað sum eitt langtíðar viðgerðartilboð í hesum høpi. Sum nú er, fær barnið ofta viðgerð sum einstaklingur og er tað tíðum óheppið, at ikki øll familjan verður tikin við í viðgerðina. Í núverandi skipan manglar eisini at fylgt verður upp upp á viðgerðina, og at tey, sum eru um barnið, fáa hjálp og vegleiðing at handfara støðu barnsins. Sama støða hevur verið í Danmark við viðgerð av børnum, ið hava verið fyri harðskapi ella verið vitni til harðskap í heiminum. Tilgongdin hevur verið ov tilvildarlig. Tí hevur Servicestyrelsen seinastu tvey árini, roynt ein nýggjan viðgerðarleist saman við ávísum kommunum og kreppumiðstøðum. Viðgerðarleisturin fevnir um tvey átaksøki9. Annað átaksøki leggur dent á samanhangandi stuðul og viðgerð til móðir og børn, áðrenn og eftir at hesi eru farin av kreppumiðstøð. Dentur verður lagdur á samstarv í kommununi, millum kommunur, viðgerðarstøð, kreppumiðstøðir og onnur. Hitt átaksøkið fevnir um tíðliga at varnast harðskap móti børnum og at seta saman viðgerðarleistir til børn, ið hava verið fyri harðskapi í heiminum. Kommunurnar, sum luttaka í royndini við viðgerðarleistunum, fáa undirívising, supervisjón og konsulentráðgeving frá serfrøðingum innan økið. Ástøðin handan viðgerðarleistirnar eru: traumateori, kognitiv teori, narrativ teori og mentalisering. 9 Frágreiðingar frá Servicestyrelsen um viðgerðarmodell: http://shop.servicestyrelsen.dk/products/born-i-familier-med-vold-behandlingsmodeller http://shop.servicestyrelsen.dk/products/born-i-familier-med-vold-teorierne-bag-behandlingsmodellerne 19 At eitt barn er fyri harðskapi í heiminum ella vitni til harðskap, er eitt øki, sum er fevnt av barnaverndarlógini. Upprunaliga ætlanin við Barnaverndarstovu Føroya var, at sálarfrøðingur skuldi vera í starvi, ið kundi veita tænastur til allar barnaverndartænasturnar. Henda upprunaliga ætlanin kann hugsast sum ein loysn, soleiðis at Barnaverndarstovan er karmur um hesa viðgerðina, men at viðgerðin eisini kann flytast út í einstøku økini og á tann hátt røkka út um alt landið. Barnaverndarstova Føroya kann eisini hugsast at vera fysiskur karmur um hesa tænastu, meðan uttanhýsis sálarfrøðingar verða knýttir at Barnaverndarstovuni. Leiðarin fyri Barnaverndartænastuna vísir á, at tað eru barnaverndartænasturnar, sum hava ábyrgd av at veita børnum, ið hava verið fyri harðskapi og verið vitni til harðskap, viðgerð. Barnaverndarstovan metir, at kommunurnar kunnu skipa seg betur í mun til verandi skipan, men letur ongan iva vera um, at kommunurnar framhaldandi eiga at veita teimum børnum, ið hava verið fyri harðskapi ella verið vitni til harðskap, ta viðgerð teimum tørvar. Eisini Psykiatriski Depilin kann hugsast at vera fysiskur karmur um viðgerðina, men tað er umráðandi at viðgerðin er fleksibul, soleiðis at øll øki í landinum hava sama møguleika at nýta viðgerðartilboðið. Eisini er umráðandi at viðgerðartilboðið ikki verður integreraður partur av Psykiatriska Deplinum soleiðis, at tey, ið hava hjálpina fyri neyðini, koma á ein bíðilista til viðgerð og at henda viðgerðin bert verður ein av nógvum viðgerðum, ið Psykiatriski Depilin veitir. Í átaki 17 er umrøtt viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð. Umhugsað eigur at verða, hvussu serførleikar, sum eru mentir bæði í átaki 17 og í hesum átaki (nr. 10), kunnu samvirkast fyri at samla førleikarnar. Ein møguleiki, sum eisini er nevndur í átaki 17 er, at viðgerarar verða settir at standa fyri ella veita viðgerðina eftir báðum átøkunum. Alt annað líka gerst tað lættari at skipa viðgerðartilboðini, og uppbyggja vitan og royndir á økinum. Arbeiðsbólkurin sendi danska viðgerðarleistin til Psykiatriska Deplilin til metingar saman við øðrum spurningum, og Psykiatriski Depilin svaraði soleiðis: “Mett verður at hetta modellið er væl teoretiskt funderað og er ein eklektisk model, sum ger brúk av teim nýggjastu teori’unum/ tilgongdunum innan útgreinan og viðgerð. Hetta er gott! Og ja modellið kann brúkast í Føroyum. Vit í psykologtoyminum meta at tað skilabesta hevði verið, um viðgerðin var tengd at psykiatriini, tvs bleiv ein partur av B&U, tí her á Deplinum er frammanundan høg faklig kompetenca og fingu vit fleiri resursur, so útbyggja og styrkja vit tað fakliga umhvørvið. Eitt nú Odense hevur verið við í royndarverkætlanini, og sum dømi kann nevnast leisturin, ið arbeitt verður eftir í Odense: 1. Familjan verður ávíst til skipað viðgerðartilboð 2. Innskrivingarfundur við foreldrum, viðgerum og sosialráðgeva 3. Familjusamrøða við foreldrum, børnum og viðgerum Familjan kann síðani fáa í boði eitt ella fleiri av hesum tilboðunum: • Familjusamrøður • Kunstterapi og familjuaktivitetir • Barnabólkur: Tilgongd, har børnini kunnu tosa um gerandisupplivingar og avbjóðingar • Samrøður við teimum vaksnu • Tvørfakligt samstarv: Samband við aðrar viðkomandi myndugleikar og fakfólk, við tí endamáli at arbeiða móti sama máli 20 • • • Netverksfundir: Undirvísing fyri netverkinum í harðskapi og hvørja ávirkan harðskapurin hevur á einstaklingin og familjuna, og samskipan av stuðuli frá netverkinum Ráðgevandi hjálp: Til skúlar, dagstovnar, stuðulsfamiljur við atliti til at skilja møguligar fylgjur av harðskapi og at lýsa atgerðarmøguleikar, tá illgruni er um harðskap Statusfundir: Uppfylging og tillaging av viðgerðartilboðunum Kynsligur ágangur Sambært samgonguskjalinum hjá hesi samgonguni, skal heildarætlanin eisini fevna um kynsligan ágang. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt kynsligan ágang, tí mett varð, at kynsligur ágangur krevur meira, enn rúmast kann innan annan harðskap. Tó eru nógvar av avbjóðingunum tær somu. Viðurskifti, ið samskiparin skal hava í huga/taka støðu til í sambandi við eitt viðgerðartilboð: • • • • • • • Skal viðgerðartilboðið skipast hjá landi ella kommunum? Í hesum viðfangi er umráðandi at taka kommunurnar við í arbeiðið, við tað, at kommunurnar í dag umvegis barnaverndarlógina rinda fyri viðgerð og í ávísum førum veita hesa viðgerð. Um landið skipar viðgerðartilboðið skulu kommunurnar so rinda fyri tílíka viðgerð? Samskipan millum viðgerð av barni og harðliga foreldrinum, eitt nú í sambandi við familjusamrøður Eitt viðgerðartilboð kann eins væl fevna um viðgerð fyri kynsligan ágang, tó eigur at havast í huga, at tílík viðgerð krevur servitan innan júst kynsligan ágang Í hvønn mun kunnu onnur, eitt nú KRIS, sum fær ávísan stuðul á fíggjarlógini, hava ein leiklut í mun til vaksin yvir 18 ár, ið hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn? Hvussu skal eitt eftirlit við viðgerðartilboðnum skipast? Tilboðið skal skipast í onkrum av verandi skipanum. Nýggjur stovnur skal ikki upprættast. Átak 11 Skipað stuðulsnetverk við sálarfrøðingi, til teirra, ið hava verið fyri harðskapi Endamálið er, at vaksin, sum hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum, fóta sær, og at langtíðarárinini av at hava verið fyri harðskapi, verða avmarkað.    Mettur kostnaður: kr. 20.000 árliga frá 2013 Ábyrgdari: Samskipari í samstarvi við Kvinnuhúsið Tíðarætlan: Fyrsta netverk 2013 Kvinnuhúsið hevur fleiri ferðir staðið fyri sjálvhjálparbólkum og hava hesi eydnast sera væl. Vanliga mannagongdin er, at Kvinnuhúsið er við á fundunum tíggju ferðir og síðani kunnu sjálvhjálparbólkarnir framvegis hittast, um ynski er um tað. Endamálið við sjálvhjálparbólkum er, at limirnir gerast betri førir fyri at handfara trupulleikar, sum teir hava, grundað á harðskap. Harumframt er tað sera týðandi hjá limunum í bólkunum at hava aðrar kvinnur at tosa við, sum eru í somu støðu – at kunna spegla sær í øðrum og kenna, at tær ikki eru einsamallar. Kvinnuhúsið skrivar soleiðis í viðmerking til heildarætlanina: Kvinnuhúsið bjóðar sjálvhjálparbólkar tvær ferðir um árið. Í sjálvhjálparbólkinum hittast kvinnur um eitt felags evni, í hesum førum harðskap í parlagi og nærsambondum. Bólkurin gevur tí einstøku kvinnuni høvi til 21 at deila upplivingar, tankar og kenslur við aðrar í líknandi støðu. Endamálið við bólkinum er, at kvinnurnar stuðla hvørji aðra, finna loysnir og veita hjálp til sjálvhjálp. Kvinnurnar sjálvar siga, hvussu stórur lætti tað er at kunna tosa um harðskapin og vita, at hinar í bólkinum skilja og hava upplivað tað sama. Á Kvinnuhúsinum meta vit, at tað verður serstakliga gagnligt at knýta sálarfrøðing at bólkunum. Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum Kvinnuhúsið hevur drúgvar royndir at hjálpa kvinnum og børnum, sum liva við harðskapi. Tí hevur Kvinnuhúsið ein týðandi leiklut í sjálvhjálparbólkunum. Ætlanin er tó at fáa ein sálarfrøðing at luttaka á umleið tíggju fundum10 hjá sjálvhjálparbólkum um árið. Ein sálarfrøðingur hevur fakligan kunnleika, sum er øðrvísi enn tann, sum Kvinnuhúsið kann bjóða. Við tað, at sálarfrøðingur tekur støði í tí sálarfrøðiliga, kann viðkomandi hjálpa harðskaparraktum at skilja støðu sína á annan hátt. Hesin kann tí vera við at geva limunum í bólkinum eina øðrvísi sjálvsfatan og veita teimum nøkur gagnlig amboð. Tørvur er á, at ein sálarfrøðingur kann viðgera í bólkahøpi hesi øki:  Hvat liggur til grund fyri, at ein finnur seg í harðskapi?  Hvussu kemur ein úr harðliga mynstrinum?  Hvørjar sálarfrøðiligar mekanismur eru tað, sum gera, at ein fer í eitt parlag við harðskapi – ella ikki fer úr aftur?  Hvussu kunnu børn, sum hava upplivað harðskapin, stuðlast á bestan hátt? Ein sálarfrøðingur hevur fakkunnleika til at eyðmerkja sálarstøðuna hjá einum, sum er harðskaparraktur og talan verður tí um eina eyka viðgerðardimensión, um sálarfrøðingur er til staðar. Í hesum átakinum skal Kvinnuhúsið samskipa sjálvhjálparbólkar og verður upphæddin veitt sum stuðulsjáttan. Kvinnuhúsið fer í hesum viðfangi at umsita stuðulsjáttanina fyri seg og stovna serstaka konto í roknskapinum. Kvinnuhúsið letur á hvørjum ári grannskoðaðan roknskap til Almannamálaráðið. Átøk, sum venda sær til yrkisbólkar Yrkisbólkar spæla ein týðandi leiklut í harðskaparhøpi. Hesi eru tey, sum kunnu ella skulu varnast harðskapareyðkenni, tosa við harðskaparrakt menniskju, veita stuðul og hjálp. Harumframt hava hesi eisini vitan um, hvussu tann harðskaparrakti skal berast víðari í skipanini – um tørvur er á tí. Eisini eru tað fleiri yrkisbólkar, sum í sínum yrki skulu handfara menniskju, sum hava harðligan atburð. Til tess krevst eisini vitan og førleikamenning. Arbeiðsbólkurin hevur frætt bæði frá yrkisbólkum sjálvum og frá teimum, sum eru harðskaparrakt, at tørvur er á at førleikamenna yrkisbólkar. Hesi siga eisini, at tørvur er á at fáa meira skipaðar mannagongdir í almennu skipanini í sambandi við handfaring av harðskaparmálum. Tey átøkini, sum verða bólkað undir átøk, og sum venda sær til yrkisbólkar, eru: Átak 12. Skriva vegleiðing til yrkisfólk um fráboðanarskylduna og tagnarskylduna. Átak 13. Gera handbók til myndugleikar og felagsskapir, har ábyrgdarbýti, lógarøki og arbeiðsuppgávur og annað viðkomandi hjá ymsu fakbólkunum, eru greitt skipað. Átak 14. Fulltíðar samskipari setast í fimm ára tíðarskeið at seta heildarætlan í verk. 10 Kvinnuhúsið hevur tveir sjálvhjálparbólkar um árið og er ætlanin, at sálarfrøðingur luttekur á fimm fundum í hvørjum bólki 22 Átak 15. Skipa fyri førleikamenning fyri yrkisbólkar. Átak 16. Fáa í lag fastar mannagongdir hjá myndugleikum og millum myndugleikar at viðgera harðskaparmál og persónar, ið hava verið fyri harðskapi. Átak 12 Skriva vegleiðing til yrkisfólk um fráboðanarskylduna og tagnarskylduna Endamálið er, at yrkisfólk kenna sínar skyldur og rættindi til lítar, og at viðkomandi mál verða fráboðað – helst so tíðliga sum tilber.    Mettur kostnaður: Eingin kostnaður (verður gjørt saman við átaki 13) Ábyrgdari: Samskipari, AMR, HMR og MMR Tíðarætlan: 2012 Flestu starvsfólk eru vitandi um ásetingina í barnaverndarlógini um, at tey hava fráboðanarskyldu - eisini at tey hava eina skerpaða fráboðanarskyldu soleiðis at skilja, at starvsfólk, sum í sínum starvi fáa kunnleika til ávís viðurskifti, ikki kunnu fráboða til Barnaverndartænastuna dulnevnd. Henda skyldan hjá starvsfólkum kann kennast heldur tung og kann vera atvoldin til nógva kvøl. Starvsfólk eru ofta í iva um, í hvønn mun tey skulu boða frá. Sum nevnt undir átaki 10, so er hetta eisini ein trupulleiki í Danmark og sum liður í donsku royndarverkætlanini fáa starvsfólk undirvísing í tíðliga at síggja tekin um harðskap. Ein leiðbeining um fráboðanarskyldu skal lýsa við konkretum dømum, hvussu starvsfólk skulu handfara ymiskar støður. Eitt nú um eitt starvsfólk skal kunna foreldrini áðrenn viðkomandi fráboðar. Skulu foreldrini kunnast í øllum førum – eisini tá illgruni er til foreldrini sjálv? Eisini er umráðandi, at ein leiðbeining lýsir, hvat ein fráboðan skal innihalda og hvussu henda verður sett upp. Tað eru tó viðurskifti, ið ikki kunnu lýsast á einum pappíri, men sum krevja, at starvsfólk verða beinleiðis undirvíst ella upplærd. Eitt nú at handfara ta truplu samrøðuna. Starvsfólk kunnu tykjast at hava trupult við at síggja, hvussu ásetingarnar um tagnarskylduna kunnu síggjast sum eitt amboð, heldur enn sum ein forðing fyri samstarvi. Starvsfólk bera ótta fyri at verða ákærd fyri brot á tagnarskylduna og at viðskfiftafólk missa álitið á tey, eisini at tey møguliga kunnu verða sett í ringt ljós. Hesin óttin er grundaður – kanska serliga í okkara lítla samfelagi. Ein leiðbeining um tagnarskyldu má tí lýsa ymisku reglurnar, t.d. nær talan er um at lata upplýsingar víðari sambært fyrisitingarlógini, lógini um patienters retsstilling ella nær talan er um fráboðanarskyldu sambært barnaverndarlógini. Eisini mugu starvsfólk kunnast um, nær upplýsingar kunnu latast víðari uttan samtykki og nær upplýsingar bert kunnu latast víðari við samtykki. Ein tílík leiðbeining skal gerast við støði í ítøkiligum dømum. Ein leiðbeining, ið fevnir um ymiskar myndugleikar, skal helst gerast í samráð við hesar myndugleikar ella sum minsta krav, góðkennast av øllum avvarðandi myndugleikum. Átak 13 Gera handbók til myndugleikar og felagsskapir, har ábyrgdarbýti, lógarøki og arbeiðsuppgávur og annað viðkomandi hjá ymsu fakbólkunum, eru greitt skipað 23 Endamálið er, at myndugleikar og felagsskapir lættliga hava yvirlit yvir, hvørjir viðkomandi partarnir eru, sum koma í samband við harðskaparmál í parlagi og nærsambondum.    Mettur kostnaður: kr. 60.000 í 2012 (kr. 10.000 í 2015) Ábyrgdari: Samskipari, AMR og HMR Tíðarætlan: 2012 við møguligum dagføringum í 2015 Ein handbók í sosialum arbeiði skal fyrst og fremst lýsa arbeiðsøkið hjá ymisku myndugleikunum og innihalda leiðbeiningar og mannagongdir hjá hesum myndugleikum. Á henda hátt kunnu starvsfólk síggja, hvar ymisku uppgávurnar liggja og hvat tey kunnu vænta av hvørjum øðrum. Harumframt skal handbókin fevna um leiðbeiningar og mannagongdir fyri tvørfakliga samstarvið millum ymisku myndugleikarnar. Sí annars átak 16. Handbókin skal vera dynamisk og atkomulig og tað er umráðandi, at handbókin áhaldandi verður dagførd í mun til broytingar. Tí verður handbókin í talgildari útgávu og atkomulig á netinum. Átak 14 Fulltíðar samskipari skal setast í eitt fimm ára tíðarskeið at seta heildarætlan í verk Endamálið er at seta í verk heildarætlanina og hava eftirlit við økinum.    Mettur kostnaður: kr. 590.000 árliga Ábyrgdari: AMR Tíðarætlan: Seta samskipara í byrjanini av 2012 Stutt lýsing av átakinum Heildarætlanin fevnir um fimm ár (frá 2012 til og við 2015)og skal samskipari setast í tíðaravmarkað starv í hesi fimm árini. Samskiparin hevur ábyrgd av at seta í verk og umsita øll átøkini, uttan átak 9 (tilmæli til lógarheimildir) og átak 14 (setan av samskipara). Starvið verður lýst leyst til setan tíðliga í 2012. Arbeiðsbólkurin eigur at vera umboðaður í setanarbólkinum. Verkætlanin Harðskapur í parlagi og nærsambondum verður sambært samgonguskjalinum flutt úr Vinnumálaráðnum og í Almannamálaráðið. Hetta er serliga tengt at arbeiðinum, sum skal gerast á økinum: kynsligur ágangur móti børnum. Samskiparin verður staðsettur í Almannamálaráðnum og vísir til viðkomandi deildarstjóra. Lønin hjá samskiparanum verður sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Sum dømi kann nevnast, at um samskipari fær løn sambært sáttmála hjá Akademikarafelagnum, stig 12, er løn og eftirløn samanlagt áleið 550.000 kr. um árið. Uppgávur hjá samskiparanum eru í høvuðsheitum hesar:  Samskiparin hevur til uppgávu at fremja tey átøk í verki, sum eru í heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum  Samskiparin hevur til uppgávu at vera samskipari millum myndugleikar, stovnar og felagsskapir, ið røkja tær uppgávur, ið eru nevndar í heildarætlanini og at samstarva við hesi um uppgávurnar  Samskiparin skal umgangast at seta í verk átøk við júst sama endamáli og innihaldi, sum átøk, ið aðrir myndugleikar, stovnar ella felagsskapir hava ella ætla at seta í verk. Samskiparin skal tryggja, at átøkini í 24 heildarætlanini leggja afturat og styðja undir átøk, ið onnur skipa fyri, og sum hava sama endamál sum átøkini í heildarætlanini Átak 15 Skipa fyri førleikamenning fyri yrkisbólkar Endamálið er, at viðkomandi yrkisbólkar fáa vitan og førleikar at handfara tey, sum eru harðskaparrakt. Her er talan um at varnast harðskap og hava førleika til at stuðla og hjálpa. Harumframt skulu viðkomandi yrkisbólkar fáa vitan og førleikamenning at handfara tey, sum hava harðligan atburð.    Mettur kostnaður: kr. 40.000 árliga Ábyrgdari: Samskipari Tíðarætlan: Stigvís førleikamenning framd í fimm ár. At byrja í 2012. Stutt lýsing av átakinum Tað eru heilt nógvir yrkisbólkar, sum hava samband við menniskju, ið eru rakt av harðskapi. Hesi skulu hava førleikar at:  Varnast tekin upp á harðskap  Samskifta við tey, sum hava verið fyri harðskapi  Veita stuðul og hjálp  Vitan um, hvør tilbúgving er til teirra, sum hava verið fyri harðskapi Tað er ymiskt, hvussu væl brynjaðir yrkisbólkarnir eru til at handfara harðskaparmál. Eisini eru førleikarnir hjá teimum einstøku limunum í einum yrkisbólki misjavnir. Tí er tað eitt sindur ymiskt, hvat slag av førleikamenning yrkisbólkum tørvar. Arbeiðsbólkurin hevur samskift við nógvar ymsar yrkisbólkar og hevur skilt, at nógv ynskja meira vitan um harðskap. Førleikamenning er tó ymisk, alt eftir hvønn yrkisbólk ella myndugleika talan er um. Niðanfyri er ein útgreining við nøkrum dømum um tørvin áførleikamenning. Løgregla og dómsvald Tá talan er um harðskap í familjuni, kann tað vera trupult at fáa harðskaparrakt at melda málið til løgreglu og síðani at standa við málið. Sum arbeiðsbólkurin skilir løgregluna, so kemur tað meira enn so fyri, at eftir, at mál eru meldað, verða tey tikin aftur. Tí er týðandi, at løgregla og dómsvald hava vitan um sálarligu støðuna hjá harðskaparraktum og eisini støðuna hjá tí, ið fremur harðskap. Hetta er serliga umráðandi fyri løgregluna, tá hugsað verður um átak 18, har hesi hava ein virknan leiklut at eggja teimum, sum hava harðligan atburð, at fara í viðgerð. Starvsfólk í heilsuverkinum Tey starvsfólk í heilsuverkinum, sum serliga koma í samband við harðskaparrakt menniskju, eru sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, kommunulæknar, heilsurøktarar, sálarfrøðingar, ljósmøður og heilsufrøðingar. Tørvurin hjá hesum yrkisbólkum liggur allarhelst mest í at fáa vitan um harðskapareyðkenni, sálarstøðu hjá tí harðskaparrakta og um at veita stuðul og hjálp. Tað er eisini av alstórum týdningi, at hesi starvsfólk eru brynjað til at tora og duga at spyrja um ein persónur hevur verið fyri harðskapi. Til tað krevst vitan um sálarstøðu hjá tí harðskaparrakta og um handfaring av tílíkum málum. Arbeiðsbólkurin hevur eisini fingið beinleiðis at vita frá kvinnum í einum harðskaparsjálvhjálparbólki, at hesar so inniliga ynsktu at onkur spurdi, um tær høvdu verið fyri harðskapi, serliga tá talan var um starvsfólk á stovnum, myndugleikum, sjúkrahús og heilsuverk annars. Sum eitt dømi upp á yrkisfólk, sum beinleiðis spyrja um harðskap, kann nevnast, at kommunulæknar í einum øki í Englandi vóru við í einari royndarverkætlan. Í hesari royndarverkætlan skuldu kommunulæknar spyrja allar sínar sjúklingar, um hesi høvdu verið fyri harðskapi – sum eitt 25 slag av grundspurningi, eins og tað er vanligt at spyrja, um sjúklingur roykir. Verkætlanin royndist sera væl og bæði kommunulæknar og sjúklingar søgdu seg vera væl nøgd við at verða spurd, um tey høvdu verið fyri harðskapi. Starvsfólk, sum hava samband við børn Tey starvsfólk, sum arbeiða við børnum, sum t.d. námsfrøðingar, lærarar, heilsufrøðingar og sálarfrøðingar, hava eina eyka avbjóðing við fráboðanarskylduni. Fráboðanarskyldan er viðgjørd undir átaki 12. Hesir yrkisbólkar eiga tó at fáa økta vitan um sjúkueyðkenni hjá børnum, sum hava verið fyri harðskapi, og hvussu eitt barn sum hevur verið fyri harðskapi, best kann handfarast. Í hesum viðfangi er eisini ætlanin at samstarva við Mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og NÁM, sum hava førleikar og ávísa játtan at skipa fyri førleikamenning av starvsfólki, sum arbeiða við børnum í skúlum og úti á stovnum. Ætlanin er, at førleikamenningin verður skipað sum skeið, evnisdagar og kunning fyri yrkisbólkar – alt eftir, hvat hóskar best til evnið. Fyri at veita førleikamenning, eigur samstarv at fáast í lag við fólkini, sum hava royndir á økinum. Í fleiri londum kring okkum hava ymsir stovnar og felagsskapir staðið fyri førleikamenning av yrkisbólkum, viðvíkjandi harðskapi. Arbeiðsbólkurin hevur sæð tilfar úr Hetlandi og úr Danmark. Eitt dømi er Dialog mod Vold, sum hevur staðið fyri nógvum skeiðum í Danmark fyri yrkisbólkar innan almenna geiran. Ein møguleiki er at brúka leistin hjá Dialog mod Vold og hava hesi sagt seg sinnað at geva samskipara undirvísing, so hesin sjálvur kann halda skeið fyri føroyskum yrkisbólkum. Annar møguleiki er at samla lutfalsliga nógv saman og gera førleikagevandi átøk soleiðis, at kostnaðurin er meira avmarkaður. Harumframt kann gjald takast fyri skeiðs-/útbúgvingartilboðið. Átak 16 Fáa í lag fastar mannagongdir hjá myndugleikum og millum myndugleikar at viðgera harðskaparmál og fólk, ið hava verið fyri harðskapi Endamálið er at tryggja, at harðskaparrakt fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar. • Mettur kostnaður: Eingin kostnaður • Ábyrgdari: AMR, HMR og samskipari • Tíðarætlan: Byrja í 2012 og stigvíst ment til 2014 Tað er umráðandi, at tey, sum fáast við mál um harðskap, eru professionell og vita, hvussu tílík mál skulu viðgerast. Starvsfólk skulu tí hava greiðar mannagongdir ella framferðarhættir, soleiðis at viðskiftafólk kenna seg at vera í góðum hondum. Eitt nú skal umgangast, at kvinna, ið kemur til lækna ella á sjúkrahús eftir harðskap, er tvungin at taka støðu til, hvørt málið skal meldast, áðrenn politiattest verður skrivað. Sjúkrahúsini og kommunulæknar skulu hava ta greiðu mannagongd, at politiattest verður skrivað um so er, at kvinnan seinni ynskir at melda málið til løgregluna. Almannastovan skal hava fasta mannagongd, tá kvinna kemur á Kvinnuhúsið og manglar pening til uppihald. Umgangast skal, at kvinnan kemur í ta støðu, at hon má bíða í fleiri dagar áðrenn peningur er á konto. Somuleiðis skulu barnaverndartænastur og løgregla hava greiðar mannagongdir, bæði innanhýsis og sínámillum. Viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð Tey átøkini, sum verða bólkað undir viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð, hava avgerandi týdning fyri, at harðskapurin steðgar, har hann byrjar – nevniliga hjá tí, sum hevur harðligan atburð. Í fleiri av londunum kring okkum eru royndir gjørdar við viðgerðartilboðum og eru tað nøkur, ið hava sera góð úrslit at vísa á. Í tíðini síðani 8. 26 mars, hevur arbeiðsbólkurin vitjað viðgerðarstovn og verið í sambandi við føroyskan serkunnleika á økinum. Átøkini í hesum bólki eru: Átak 17. Fáa í lag skipað viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð Átak 18. Fáa samstarv í lag við viðkomandi myndugleikar og felagsskapir um viðgerðartilboð til tey, sum hava harðligan atburð. Átak 17 Fáa í lag eitt skipað viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð Endamálið er, at tey, sum hava harðligan atburð mótvegis familju, fáa hjálp og amboð til at steðga við harðliga atburðinum.    Mettur kostnaður: kr. 50.000 í 2012 og síðani kr. 400.000 árliga Ábyrgdari: Samskipari, HMR og AMR Tíðarætlan: 2012 førleikamenning og klárt at seta í verk í 2013 Stutt lýsing av átakinum Alt bendir á, at harðligur atburður er innlærdur heldur enn nakað, sum ein er føddur við. Tí er umráðandi, at tey sum hava harðligan atburð, fáa hjálp og viðgerð til at steðga við tí. Fleiri orsøkir eru til hetta. Fyri tað fyrsta er avmarkað gagn av at hjálpa harðskaparraktum, um tann, sum hevur harðligan atburð, fer í annað parlag og framhaldandi er harðlig/ur. Fyri tað næsta eru tað nógvar familjur, sum ynskja framhaldandi at verða saman, men sum tørva hjálp til at steðga harðliga atburðinum. Eitt nú kann nevnast, at hjá viðgerðarstovninum Dialog mod Vold eru tað 60 % av pørum, sum framhaldandi vilja vera saman. Tey vilja bara hava harðliga atburðin at steðga. Ásannandi, at tað viðhvørt er besta loysnin, at pør fara hvør til sítt, er tað tó umráðandi at hava eina tilbúgving, sum gevur teimum, ið hava harðligan atburð, amboð at steðga við tí. Í Danmark og Noregi eru nøkur viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð. Ein frágreiðing11, sum er gjørd fyri Servicestyrelsen, hevur mett um fýra viðgerðartilboð12 í Danmark og úrslitini, hesi kunnu vísa á við viðgerðini. Í frágreiðingini eru kanningar, sum byggja á kvantitativar og kvalitativar kanningar, bæði við fólk, sum hava verið í viðgerð og hagtøl frá viðgerðarstøðunum. Ein av høvuðsniðurstøðunum er, at viðgerðin hjá øllum fýra viðgerðartilboðunum hevur eina jaliga ávirkan og hjálpir teimum, sum eru í viðgerð, at steðga við harðliga atburðinum. Ein onnur niðurstøða í frágreiðingini er, at longri viðgerðartilboð (t.v.s. yvir seks mánaðir) kunnu vísa á betri úrslit. Dømi um tvey viðgerðartilboð í Danmark eru Alternativ til Vold og Dialog mod Vold (DMV). Alternativ til Vold er eitt viðgerðartilboð til menn og skriva tey á heimasíðuni hjá sær, at tað er orsakað av vantandi tilfeingi, at tilboðið ikki fevnir um kvinnur eisini. DMV hevur í nógv ár einans havt menn í viðgerð, men er hendan støðan nú broytt. Kvinnur eru nú eisini í viðgerð og er hetta ein viðurkenning av, at kvinnur eisini kunnu hava harðligan atburð. Felags fyri bæði hesi viðgerðartilboð er, at talan er um skipað tilboð við fakfólki við viðkomandi førleikum. Sum dømi upp á, hvussu tílík viðgerð kann fara fram, verður her stutt greitt frá tilgongdini hjá DMV. 11 Stevenson, G., Stenager, K. og Barlach. L. (2011), Behandling af mænd, der udøver vold: Evaluering af fire projekter. Servicestyrelsen. 12 Tey fýra viðgerðartilboðini eru Alternativ til Vold, Dialog mod Vold, Krisecenter Odenses behandlingstilbud til mænd og Manderådgivningen i Herning Kommune. 27 DMV13 Tann størsta avbjóðingin at fáa fólk í viðgerð, er allarhelst tann skommin, sum mong kenna av at viðurkenna, at tey hava ein harðligan atburð og at teimum tørvar hjálp. Fyri makan, fyri familjuna og fyri tann, sum hevur harðligan atburð, er tað trupult. Serliga tí, at í nógvum førum er samfelagið kring familjuna óvitandi um, hvat fyriferst. DMV hevur tí fingið samstarv í lag við løgreglu og aðrar myndugleikar, fyri at fáa boðskapin út um viðgerðartilboðið. Samstarvið hevur verið roynt í nærum tvey ár við góðum úrslitum. Nærri verður greitt frá hesum undir átaki 18. Uttanfyri hølini hjá DMV er einki skelti og er uppgongdin felags við fleiri aðrar skrivstovur og íbúðir. Hetta er tilætlað, fyri at fólk kunnu koma til hølini og síggja, at til ber at dylja, hvørji ørindi tey hava. DMV hevur telefonviðtalu og harumframt er eitt bráðfeingistelefonnummar. Starvsfólk hjá DMV skulu øll lúka ávís krøv til útbúgving og skulu hesi antin verða sálarfrøðingar ella góðkendir psykoterapeutar. Harumframt fara øll starvsfólk ígjøgnum eina innanhýsis útbúgving, har dentur er lagdur á ein kognitivan viðgerðarleist. Viðgerðartilboðið hjá DMV er alment og ókeypis. Viðgerðartíðin er eitt ár og er býtt í fleiri stig. Í fysta stigi er talan um samrøður, har DMV ger eina sálarfrøðiliga/sosiala frágreiðing (sokallaða AIM ella Assessment and Intervention Model). Eisini er ein sálarfrøðilig meting gjørd við støði í eini MCMI kanning (Millon Clinical Multiaxial Inventory). Makin hjá tí, ið hevur harðligan atburð, skal eisini svara somu spurningum. Hetta gevur DMV vitan um viðurskifti hjá teimum einstøku, sum verður grundarlag undir einari persónliga tillagaðari viðgerð. Í viðgerðini brúkar DMV ymisk amboð fyri at hjálpa fólki at koma ígjøgnum viðgerðina. Sum dømi kann nevnast, at DMV ger sáttmála við tann, sum er í viðgerð. Í hesum sáttmála skrivar tann, sum er í viðgerð, undir uppá, at tey í viðgerðartíðini ikki fara at hava harðligan atburð. Eisini leggur DMV áherðslu á, at makin skal til samrøður, tí á henda hátt gevur viðgerðin nógv betri úrslit. Í seinnu stigunum verður, umframt einstaklingasamrøður, eisini talan um parterapi, bólkaterapi og møguliga eisini samrøður við børn. DMV hevur eini serliga innrættað høli til børn. Eftir einum ári verður MCMI kanningin gjørd aftur og úrslitini hjá DMV eru góð. Heili 80% av teimum, sum fara í viðgerð, eru steðgað við at hava harðligan atburð eftir einum ári. DMV hevur tilboð runt alt Danmark, men er viðgerðin nakað tillagað á summum smærri plássum. T.d. kann nevnast, at ongar bólkasamrøður eru í Bornholm av tí, at viðurskiftini eru so smá har. DMV sigur, at viðgerðin hóast alt kann geva góð úrslit. Møguliga er hetta viðkomandi fyri Føroyar, sum eisini eru eitt lítið samfelag. Hetta skal tíðin tó vísa. DMV veitir eisini nógv skeið til starvsfólk innan almenna geiran í Danmark og aðrastaðni. Hesi skeið eru ætlað at førleikamenna starvsfólk, sum koma í samband við tey, sum eru harðskaparrakt ella onnur, sum hava harðligan atburð. DMV hevur sagt seg verða sinnað at veita tílík skeið í Føroyum, um hetta er ynskiligt frá føroyskari síðu. Viðgerðartilboð í Føroyum Í heildarætlanini er tilskilað, at eitt viðgerðartilboð skal fyrireikast í 2012, sum so skal verða klárt í 2013. Talan kann vera um starv/størv, har ein viðgeri við viðkomandi førleikum partvís kann taka sær av viðgerðartilboði til tey, sum hava harðligan atburð og partvís veita viðgerð sambært átaki 10 (skipað viðgerðartilboð til børn). Harumframt er tilskilað í samgonguskjalinum, at heildarætlanin eisini skal umfata kynsligan ágang og at eitt viðgerðarstað skal fáast í 13 Upplýsingar um tilgongdina hjá DMV eru frá: Hensen, P. I. (2007), Vold i Familien i Danmark. København: Askovgården. Hensen, P. I. og Petersen, H. Ø. (2004). Dialog mod Vold. Systime Academic. Samrøður við Helle Øbo Petersen. 28 lag til teirra, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Tí er ein møguleiki at hava ein í starvi, sum førleikamennir seg við hesi øki, sum hava eitt ávíst samband hvørt við annað. Uppgávan hjá samskiparanum í 2012 verður tí at kanna og fyrireika viðgerðartilboð umframt at fáa tilmæli frá fakkunnugum um, hvussu tað kann skipast. Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt eitt viðgerðartilboð við Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. Felagið mælti til, at fyrireika viðgerðartilboðið, men ikki at fastlæsa viðgerðarháttin áðrenn ein, sum kann standa fyri viðgerðini er sett/ur. Á tann hátt er gjørligt hjá viðkomandi at taka støði í royndum hjá øðrum, og sjálvur tillaga viðgerðartilboðið eftir einum leisti, sum er hóskandi í Føroyum. Kunning um viðgerðartilboð til málbólkin er viðgjørt undir átaki 18. Samanumtikið eru nøkur týðandi viðurskifti, sum samskiparin skal hava í huga/taka støðu til í sambandi við eitt viðgerðartilboð:      Viðgerðartilboðið skal vera atgongiligt bæði við telefon, á skrift og staðseting. Her er talan um at fáa atgongd til upplýsingar um harðligan atburð og/ella viðgerðartilboð á t.d. heimasíðu. Tað skal vera møguligt at ringja/skriva dulnevnt og fáa svar. Staðseting av viðgerðartilboði skal hava møguleika fyri at vera mobilt, diskret og ótengt at sjúkrahúsbygningum. Eisini er umráðandi at viðgerðartilboðið ikki verður integreraður partur av Psykiatriska Deplinum soleiðis, at tey, ið hava hjálpina fyri neyðini, koma á ein bíðilista til viðgerð og at henda viðgerðin bert verður ein av nógvum viðgerðum, ið Psykiatriski Depilin veitir. Við øðrum orðum skal tilboðið verða sjálvstøðugt – men møguliga rekast saman við viðgerðartilboðnum í átaki 10. Støða skal takast til, hvussu viðgerðartilboð verður skipað og staðsett í bygnaðinum hjá avvarðandi ráði. Verandi royndir úr Danmark vísa á týdningin av, at maki (og børn) eru við í viðgerðini. Støða skal takast til, um fólk skulu beinleiðis setast at taka sær av viðgerðini, ella um tænastan verður boðin út. Átak 18 Fáa samstarv í lag við viðkomandi myndugleikar og felagsskapir um upplýsing um viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð Endamálið er, at veita kunning um viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð.    Mettur kostnaður: Eingin kostnaður Ábyrgdari: Samskipari, IMR og AMR Tíðarætlan: 2013 Stutt lýsing av átakinum Tá eitt viðgerðartilboð er klárt, er tað sjálvsagt, at tey, sum eru í málbólkinum, bæði eru vitandi um tilboðið og eru eggjað at taka av tilboðnum. Málbólkurin er tey, sum hava harðligan atburð móti maka og familju. Til hetta krevst ein miðvís upplýsing og samstarv við viðkomandi myndugleikar og felagsskapir. Tað inniber, at myndugleikar og felagsskapir, sum kunnu hugsast at koma í samband við harðlig fólk, eru kunnað um viðgerðartilboðið. Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera tað avbjóðandi at fáa málbólkin í viðgerð. Ein avbjóðing er, at summi í málbólkinum ikki síggja seg sjálvan sum ein, ið hevur harðligan atburð. Onnur avbjóðing er samfelagsliga áskoðanin á harðskap í familjuni, sum ein trupulleika, fólk kenna skomm av. Tað er greitt, at um eitt viðgerðartilboð skal eydnast og fólk fáast í viðgerð, er alneyðugt við einum samstarvi um eitt felags tak. 29 Fyri at røkka málbólkinum er neyðugt at samskifta við tey, sum eru tætt at tí, sum hevur harðligan atburð, eitt nú maki ella familjulimir. Harumframt er umráðandi at samstarva við myndugleikar og felagsskapir, sum koma í samband við familjuna sum heild. Dømi um hetta eru serliga løgregla og kriminalforsorgin, men eisini kommunulækni, skaðastova, Kvinnuhúsið, sosialir myndugleikar og rúsevnisviðgerðarstovnar, so sum Blákrossheimið og Heildbrigdi. Í Danmark hevur DMV fingið í lag samstarv við løgreglu og aðrar myndugleikar, og hevur hetta roynst sera væl. Samstarvið virkar soleiðis, at tá løgreglan verður kallað út til mál við harðskapi í familjuni, skal løgreglan innan eina viku eftir hendingina vitja familjuna við einum faldara og samtykkisváttan frá DMV við sær. Faldarin upplýsir um harðskap og viðgerðartilboð og løgreglan eggjar tá tí, sum hevur verið harðlig/ur at skriva undir samtykkisváttanina. Hendan váttan er eitt samtykki, sum loyvir viðgerðarstaði (DMV) at seta seg í samband við viðkomandi, fyri at greiða nærri frá einari møguligari viðgerð. DMV sigur frá, at í 60 % av førunum eydnast tað løgregluni at fáa viðkomandi at skriva undir samtykkisváttan. Heili 50 % av teimum, sum DMV ringir til, taka av viðgerðartilboðnum. Arbeiðsbólkurin hevur sett seg í samband við Bergleif Brimvík, leiðara á kriminaldeildini hjá løgregluni, og metir hann, at hendan mannagongdin avgjørt kann verða ein gongd leið í Føroyum. Ein annar týðandi miðil at upplýsa um viðgerðartilboð, er gjøgnum heimasíðu. Ein heimasíða loyvir málbólkinum at leita sær upplýsingar um viðgerð, og eigur tað harumframt at vera møguligt at seta spurningar um viðgerðina. Fígging av heimasíðu skal rindast av peningi, avsettum til átak 17. 30