Vinnumálaráðið Postsmoga 377 FO-110 Tórshavn Fylgiskjal 1 Att: Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi 3. mars 2015 Okkara mál nr. 15/00006 Tykkara mál nr. 14-00271 Viðv. møguleikanum fyri kapping innan sjóvegis ferða- og farmaflutning í Føroyum Vinnumálaráðið hevur í skrivi dagfest 17. desember 2014 heitt á Kappingareftirlitið um, at gera eina lýsing av grundarlagnum fyri kapping innan sjóvegis ferða- og farmaflutning í Føroyum, tí Vinnumálaráðið hevur í umbúna at útveita farleiðirnar hjá Strandferðsluni. Sagt verður, at ein grundleggjandi fyritreyt fyri at útveitingin verður væleydnað er, at grundarlag er fyri kapping á viðkomandi marknaði. Kappingareftirlitið lat 14. Januar VMR eitt fyribils svar. Síðan hevur ein fundur verið 30. Januar 2015 millum arbeiðsbólkin, sum er settur at kanna grundarlagið fyri møguligari útveitan av sjóvegis farleiðunum, og Kappingareftirlitið. Kappingareftirlitið metir ikki, at grundarlag er fyri kapping á nøkrum innanoyggja farleiðum í Føroyum. Havandi í huga lága ferðafólkatalið, umframt at størsti partur av kostnaðinum, at reka eina farleið eru avskrivingar og brennievnið, umframt starvsfólkakostnaður, so er hvør farleið uttan iva at meta sum eitt natúruligt monopol, og at effektivasta loysnin fyri samfelagið er, at bert tann eini veitari verður á hvørjari farleið. Helst er størsti fyrimunur við einum felagi fyri allar farleiðirnar, sum kann samskipa farleiðirnar, og at kunna loysa teir trupuleikar sum stinga seg upp við millumbilum í sambandi við at skip mugu takast úr sigling av tøkniligum orsøkum. Um valt verður at útveita farleiðirnar, metir Kappingareftirlitið, at samfelagsligi vinningurin er treytaður av eini væleydnaðari útbjóðing, tí kapping verður bert í sambandi við sjálva útbjóðingina. Fyritreytin fyri, at útveitingin verður væleydnað er, at tær avtalur/sáttmálar sum verða gjørdar við privatu veitararnar eru gjørdir soleiðis, at privatu veitararnir verða eggjaðir til at reka farleiðirnar á mest samfelagsliga gagnliga hátt. Sum sagt meta vit ikki, at fáast kann kapping um at røkja flutningsskylduna millum oyggjarnar, so í sambandi við útveitan verður talan um at útveita eina tænastu sum fær einkarætt. Hesum viðvíkjandi skulu vit vísa til donsku lógin um ferjuleiðir (lov om færgefart). LBK nr 915 af 27/08/2008: “§ 3, Stk. 2. “Når hensynet til opretholdelse af en færgerute i særlig grad taler derfor, kan transportministeren og vedkommende kommunalbestyrelse, når der indgås kontrakt med en operatør om varetagelsen af fær- 1gedriften som offentlig tjeneste, i overensstemmelse med cabotagesejladsforordningen give en operatør eneret til at drive en færgerute. Stk. 3. Eneret efter stk. 1 indebærer, at ingen andre må drive færgefart på den pågældende færgerute” Hugsandi er at tilsvarandi ásetingar vildu verið í reglum ella sáttmála í smb. við møguliga útveiting í Føroyum. Skálatrøð 20 · P.O. Box 73 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tel +298 35 60 40 · Fax +298 35 60 55 · kapping@kapping.fo · www.kapping.fo Vit hava ikki ítøkiligan kunnleika til tær lógir og reglur, sum eru viðvíkjandi ferðafólkaflutningi sjóvegis, t.d viðv. trygd, til manningar og til skip. Sostatt kunnu vit ikki metu um hvørt hesi krøv mátti verið ein forðing ella ein meinbogi í sambandi við ætlaða útveiting. Hugsast kann, at hetta ikki kann samanberast við t.d. flutningsleiðir uppi á landi við bussi, har fleiri privatir aktørar virka á marknaðum í kapping. Tað er rættiliga stórur munur á teimum skipum sum røkja flutningsleiðirnar í Føroyum, tí kann eisini verða munur á hvørjir møguleikar eru fyri útveitan, um ætlanin ikki er at útveita allar leiðirnar undir einum. Vanliga fatanin er, at tá tað kemur til sølu av tænastum og vørum hevur privata vinnulívið størri hegni enn almennar fyritøkur. Tær duga betur enn almenni geirin til kostnaðarminimering og innovatión. Um so er, at virksemi sum her er talan um er so nágreinað í minsta lut, kann verða ivasamt, um stórvegis vinningur er fyri samfelagið í sambandi við eina útveiting og privatisering. Ein avbjóðing í sambandi við útveitan, er at nágreinað útveittu tænastuna nøktandi. Verður hetta ikki nóg væl frágingið er vandi fyri, at privati veitarin bert leggur seg eftir at veita tað sum er nágreina í avtaluni við tað almenna, meðan tað sum ikki er nágreinað verður als ikki røkt. Í tílíkum føri kann brúkarin fáa eina verri tænastu fyri sama skattapening, í mun til at tað almenna røkir uppgávuna. Í sambandi við útveitan av farleiðum, tykist avbjóðingin við at nágreina tænastuna ikki at verði so trupul, tí talan er um eina ítøkiliga tænastu, har fólk og farmur trygt skulu flytast frá A til B rættstundis. Her skal tó havast í huga, at serlig krøv eru til skip og manning í sambandi við hesa tænastu. Ein vanlig avbjóðing í sambandi við útveitan er, at tað kann verða torført at eftirmeta um útveitta tænastan hevur tað dygd sum er avtalað. Hesin trupulleikin er kanska ikki so stórur í hesum føri, tí tænastan er so ítøkilig, at bæði borgarar og myndugleikar lættliga kunna staðfesta, um dygdin á tænastuni er í lagi. Hvør leistur ið skal nýtast í sambandi við útveitingina er treyta av búskaparligu fortreytunum fyri rakstur av hesum farleiðum. Neyðugt er tískil at kenna búskaparliga grundarlagið undir einstøku farleiðunum, herundir ferðafólka og farma tøl, umframt tøl fyri rakstrarkostnað. Fyrireikingararbeiðið við at náa besta úrslitið í sambandi við útbjóðing, kann hava við sær lutfalsliga stórar kostnaðir í sambandi við einstaka útboðið. Høgu transaktións kostnaðirnir skulu føra til lægri prísir í longdini, fyri at útbjóðing loysir seg. Samanumtikið kann sigast, at Kappingareftirlitið metir ikki, at kapping kann skapast á nøkrum innanoyggja farleiðum i Føroyum. Treytin fyri eini væleydnaðari útveitan eru góðskan á teimum sáttmálum sum verða gjørdir við tær privatu veitararnar, sum skula reka hesar farleiðir. Í Danmark eru nógvar oyggjaleiðir og ymiskir háttir at skipa raksturin av teimum. Indenrigs-og Sundhedsministeriet stóð fyri eini kanning av rakstrinum av ferjuleiðunum í 2011“Undersøgelse af den fremtidige organisering af færgedriften til de danske småøer. Udvalgsrapport”. Hendan kanningin kemur eisini inn á spurningin, um farleiðirnar skulu rekast hvør sær ella í eini størri eind. Fyri at fáa ein so skynsaman rakstur sum gjørligt, mælir kanningin til, at um raksturin skal verða spjaddur, so kunnu stórir fyrimunir verða av at samskipa innkeypið til eindirnar. Dentur verður lagdur á at munandi sparingar kunnu fáast, við at samskipa t.d. innkeyp av brennievni. Við m.a. støði í hesum, er rættiliga ivasamt hvørjir fyrimunir verða av at útveita farleiðirnar hvør sær, havandi í huga, at nýtast skulu t.d. somu skip, og ferðaætlan og tænasta annars er nágreinað frammanundan. 2 Spurningur er so, um ein privatur tænasturøkjari megnar at fáa økt inntøkurnar á annan hátt við nýggjum tiltøkum, t.d. øktum virksemi, t.d. útferðum ella víðkaðum tænastum. Og harumframt um hetta kann verða við til at gjalda partar av kostnaðinum fyri farleiðina. Í somu frágreiðing verður víst til royndirnar í Noreg. “Statens vegvesen mener, at det er vigtigt at organisere færgevirksomheden i store enheder, som kan høste stordriftsfordelene knyttet til konkurrenceudsætning og også med henblik på at samle viden om løn- og administrations-, og brændstofomkostninger mv.” S. 31. Kappingareftirlitið hevur ikki grundarlag fyri at siga nakað um, hvør leistur skal veljast í sambandi við møguliga útveiting. Neyðugt er fyrst, at greiningar verður gjørdar sum staðfesta búskaparliga grundarlagið undir einstøku farleiðunum. Kappingareftirlitið fer tí at mæla arbeiðsbólkinum til at fáa hesar greiningar gjørdar, síðani kann støðast takast til hvør leistur skal brúkast í sambandi við útveitingina. Vinarliga Terje Sigurðsson deildarstjóri 3