HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Fylgiskjal 2: KOSTNYTTU ROKNING OG GREINING AV AVLEIÐINGUM síða 1 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Viðgjørdar verkætlanir Um kostnyttu útrokningarnar Niðanfyristandandi verkætlanir eru viðgjørdar í kanningini, tær eru valdar út frá ml.a. støðumetingini av samferðslukervinum og við framtíðarútlitum fyri eyga. Kostnyttu útrokning og greining av avleiðingunum av hesum verkætlanum eru síðani gjørdar. 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. Hvalba – Trongisvágur Sandoy - Streymoy Dalur – Húsavík Sandarlíð Tjørnuvík – Haldórsvík Tunlarnir í Borðoynni Eysturoy – Streymoy herundir: Gøtudalur/Kambsdalur – Skálafjørður Kostnyttu kanningarnar ella samfelagsbúskaparligu metingarnar í hesi kanning eru við til at lýsa ymisku uppskotini til loysnir í samband við viðgjørdu verkætlanirnar. Við støði í millum øðrum hesum kanningum verður valt millum ymisku loysnirnar í hvørji verkætlan. Høvuðsendamálið við hesum kanningum er tí at lýsa samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar av møguligum verkætlanum áðrenn valt verður millum uppskotini til loysnir. Kostnyttukanningar eru saman við greiningini av avleiðingunum (konsekvensanalysu) eitt hent amboð, tá verkætlanir skulu lýsast og ymisk uppskot til loysnir skulu samanberast. Kanningin er í høvuðsheitinum, at íløgukostnaðurin verður hildin saman við samfelagsnyttuni verkætlanin gevur. Bæði kostnaður og nytta verða roknað í nútíðarvirði. Samfelagsnyttan av eini verkætlan er samansett av: - spardari tíð - spardum kilometrum (vegateini) - spardum ferðsluóhappum - minni dálking - spardum viðlíkahaldi - vælferðarmissi Nøkur av mest umráðandi hugtøkunum í eini kostnyttukanning eru lýst í niðanfyristandandi talvu: síða 2 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Lykla hugtøk í kostnyttukanningini Nettonytta í Samlaða samfelagsnyttan í nútíðarvirði nútíðarvirði (NNV) (krónum) Kalkulatiónsrenta Kalkulatiónsrentan er eitt mát fyri, hvat tað kostar at fíggja íløguna í verkætlanina. Rentan avhongur av váganum í verkætlanini. Intern renta Eitt annað mát fyri hvat íløgan gevur í vinningi. Skal setast í samband við NNV. Verður ikki nýtt í samband við verkætlanir við negativum NNV. Spard tíð Um verkætlanin ger at brúkararnir spara tíð, gevur tað vinning til bæði samfelagið og til brúkaran. Spardir kilometrar Um verkætlanin ger at brúkararnir spara kilometrar (strekkið), gevur tað vinning til bæði samfelagið og til brúkaran. Ferðsluóhapp Ferðsluóhapp kosta pengar, tí vil ein minking í óhappum geva samfelagsligan vinning. Vælferðarmissur Samfelagsbúskaparligur missurin av nyttuni orsaka av at brúkaragjald er á eini farleið. Missurin av nyttu verður roknaður í mun til støðuna, har brúkaragjald ikki er á farleiðini, tá høvdu fleiri nýtt hana. FYLGISKJAL 2 Í kostnyttukanningunum verða hesar grundleggjandi roknifortreytir nýttar: Kalkulatiónsrenta (realrenta): Avskrivingar tíðarskeið: Tíðarskeið fyri kostnyttukanningina: 4% 50 år 30 år síða 3 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Greining av avleiðingum Tær avleiðingarnar, sum ikki er tikið hædd fyri í kostnyttu útrokningunum, verða viðgjørdar í eini greining av avleiðingunum. Hendan greining av eini verkætlan er í summum førum minni ítøkilig, tí hetta eru ofta virðir ið ikki kann setast ”kostnaður” ella tal á. Í niðanfyristandandi talvu (s. 5) síggjast tey atlit og árin hendan kanningin umfatar. Onkur atlit, t.d. stytt ferðatíð, eru longu roknað inn í kostnyttukanningina, men er eisini ein avleiðing sum hevur alstóram týdning, tá metast skal um t.d. flytføri og framkomuleika. Ein samanfating av kostnyttu og greiningum av avleiðingunum sæst í niðanfyristandandi lista. Alt eftir um árinini av eini verkætlan eru positiv, negativ ella eingi, verður ”karakterur” settur á. +++ ++ + 0 ---- Sera góð árin Góð árin Broyting til nakað betri Eingin broyting / ávirkan Broyting til nakað verri Ringt árin Sera ringt árin síða 4 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 1 Loysn 2 Flytføri og framkomuleiki – er ferðatíðin, smidleikin (at ferðast kann tá tørvur er á tí) og dygdin á ferðini Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum – fáar brekkur, betri fyri orkunýtslu og framkomuleika, serliga í hálku Vegur í láglendi – orkusparing , vegurin er ikki so útsettur fyri veðrinum Uttanum bygt økið –gjøgnumgangandi ferðsla skal helst útum bygt øki (betri umhvørvi,framkomuleiki og færri óhapp) Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ámpar í byggitíðini – árin í sjálvari byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og orkunýtsla Umhvørvið – fagurfrøði og uppliving Minni ávirkan av veðrinum – farleiðin er ikki so ávirkað av veðrinum Stytt farleið – spard tíð og orka Minni viðlíkahald – spardar útreiðslur til rakstur og hald á vegateininum Er samskipað við heildarætlan – atlit eru tikin til aðrar útbyggingar og ferðslumynstri Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit – framtíðaratlit eru tikin til vøkstur og útbyggingar Samfelagsnytta í mun til kostnað – kostnyttuúrslit Kostnaður – íløgu kostnaðurin Byggitíð – mett byggitíð Spard tíð Spardir kilometrar Spard óhapp síða 5 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Hvalba – Trongisvágur Lýsing av verandi støðu Verandi farleið millum Hvalba og Trongisvág var tikin í nýtslu í 1963, tá Hvalbiartunnilin varð latin upp. Tunnilin er 1450 m langur og ársmiðalferðslan í tunlinum er 646 akfør. Íbúgvaratalið norðanfyri Hvalbiartunnilin í Suðuroynni er 762, 113 í Sandvík og 649 í Hvalba og á Nesi. Fleiri virki eru Hvalba, m.a. við fiskaflutningi til Tvøroyrar. Sambart pendlarakanningini frá 2005 fara eini 35 fólk á veg til arbeiðis gjøgnum tunnilin hvønn dag, 33 suðureftir og 2 norðeftir. Tunnilin er einsporaður, ferðslan suðureftir skal halda av fyri ferðsluni norðeftir, hetta viðførir oftast eyka bíðitíð. Tunnilin manglar at verða uppdateraður viðvíkjandi trygdarútgerð og ljósi. Harafturat er tunnilin lágur, fríhæddin er bara 3,2 metrar, nógv stór akfør kunnu tí ikki nýta tunnilin. Tunnilin er ein forðing (fløskuhálsur) á hesi farleið. Vegurin í Trongisvági er góður, men liggur høgt. Tunnilsvegurin í Hvalba er rímiliga smalur, og undirlendi er ikki stabilt. Loysn 1: Dagføra verandi tunnil og veg (gult) Loysn 2: Nýggjur tunnil og vegur (blátt) Báðir tunnilmunnarnir liggja høgt, í 227 metra hædd sunnanfyri og í 150 metra hædd norðanfyri. Av tí at tunnilsvegirnir liggja høgt eru teir nógv ávirkaðir av veðrinum - kava, hálku og vindi. Fleiri ferðsluóhapp hava verið á tunnilsvegnum og í tunlinum seinastu 5 árini. síða 6 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við tveimum ymiskum loysnum: 1) Dagføring og breiðkan av verandi tunli og vegum 2) Nýggjur tunnil og nýggir vegir báðumegin Loysn 1: Dagføring og breiðkan av verandi tunli og vegum Dagføring av verandi tunli umfatar at tunnilin verður víðkaður í hædd og breidd, til tunnilsprofil T9,5 fyri at taka hædd fyri møguligari øktari ferðslu. Eisini eigur at havast í huga at Suðuroyarsiglingin møguliga fer at verða úr Hvalba/Nesi. Harumframt verða allar tekniskar installatiónir, sambart galdandi reglum, lagdar í tunnilin. Tunnilsvegurin í Trongisvági og í Hvalba vera dagførdir. Ferðslan millum Hvalba og Trongisvág verður nakað darvað av dagføringini av tunlinum Væntandi verður tunnilin stongdur fyri ferðslu um náttina, tá arbeitt verður. Farleiðin verður við hesi loysn, sami vegateinur, men við hægri standard, og tunnilin verður tvíbreytaður við allari dagførdari útgerð. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Dagf tunnil (1450 m) 73 Dagf vegir 72 145 Rakstur (mió kr/år) 1,0 1,3 2,3 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -154 mió kr. Við hesi loysn verður longdin á farleiðini hin sama, men orsaka av, at vegur og tunnil eru dagførd verður ferðatíðin stytt nakað. Fyrimunir eru eisini av, at væntandi vera færri ferðsluóhapp á dagførdu farleiðini. Hesir fyrimunir eru tó sera lítlir í mun til stóru íløguna, og tí er nettonyttan av verkætlanini negativ. Lýsing av avleiðingum. Framkomuleikin verður øktur við tað at farleiðin er dagførd, ferðatíðin verður stytt nakað og dygdin á ferðini verður betri. Betri framkomuleiki gevur betri møguleikar at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss. At vegirnir eru dagførdir og tunnilin hevur eina hóskandi breidd og hædd er av alstórum týdningi fyri alt økið, serliga stóru akførini fáa nyttu av hesum, og harvið verður tað fyrimunir fyri t.d. vinnuna í økjunum. Tunnilin verður nú ikki ein forðing (fløskuhálsur) til og frá økinum norðanfyri. Vegirnir liggja enn høgt, men dagføringin ger at heldur færri vansar og óhapp kunnu væntast av hesum. Samandráttur loysn 1. At dagføra tunnil og vegir kann ikki loysa seg sæð út frá kost-nyttu útrokningini, men verkætlanin kann tó vera gjørd orsaka av lýstu avleiðungunum og av tí at verandi farleið er ótíðarhóskandi og ein forðan fyri menning og trivnaði í økinum. síða 7 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2: Nýggjur tunnil og nýggir vegir báðumegin Nýggjur tunnil er teknaður, tunnilin liggur lægri, í 151 metra hædd í Trongisvági og í 70 metra hædd í Hvalba. Tunnilin er ein tvíbreytaður tunnil við fríhæddini 4,6. Tunnilsprofilið er T9,5 (breiður tveybreytaður tunnil) fyri at taka hædd fyri møguligari øktari ferðslu. Eisini eigur at havast í huga, at Suðuroyarsiglingin møguliga fer at verða úr Hvalba/Nesi. Tunnilslongdin er 2120 m. Ùr Trongisvági til tunnilin er nýggjur vegur lagdur, sum ger at ovasti og truplasti teinurin á gamla tunnilsvegnum fellur burtur úr yvirskipaða vegakervinum. Ein íbinding til verður tó gørd til gamla tunnilsvegin, sum framyvir verður ein vegateinur í flokki 4. Í Hvalba er somuleiðis nýggjur vegur lagdur, vegurin liggur sum víst á kortinum, og liggur nógv lægri enn gamli tunnilsvegurin, og væntandi verða trupulleikarnir av veðrinum eisini minni á hesum vegateininum. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil (2120 m) 106 Vegir 49 155 Rakstur (mió kr/år) 1,5 0,7 2,2 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -150 mió kr. Við hesi loysn verður longdin á farleiðini nakað stytt, harvið verður nytta av spardum kilometrum (her er brennievni og slit á akfar íroknað). Stytta farleiðin ger eisini at ferðatíðin verður stytt. Fyrimunir eru eisini av, at væntandi vera færri ferðsluóhapp á nýggju farleiðini. Hesir fyrimunir eru tó sera lítlir í mun til stóru íløguna, og tí er nettonyttan av verkætlanini negativ. Lýsing av avleiðingum. Framkomuleikin verður øktur við tað at nýggjur vegur og tunnil verða gjørd. Ferðatíðin verður stytt og dygdin á ferðini verður betri. Betri framkomuleiki gevur betri møguleikar at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss. Nýggjur vegur og og tunnil við hóskandi breidd og hædd er av alstórum týdningi fyri alt økið, serliga stóru akførini fáa nyttu av hesum, og harvið verður tað fyrimunir fyri t.d. vinnuna í økjunum. Tunnilin verður nú ikki ein forðing (fløskuhálsur) til og frá økinum norðanfyri. Vegirnir liggja heldur lægri, og væntandi verður ferðslan tí minni darvað av verðrinum. Færri brekkur á farleiðini hava somuleiðis positivar avleiðingar fyri m.a. framkomuleika, umhvørvi og ferðslutrygd. Væntandi verða færri óhapp á nýggju farleiðini, og ferðslutryggleikin (at kenna seg tryggan) økist eisini. Samandráttur loysn 2. At gera nýggjan tunnil og vegir kann ikki loysa seg sæð út frá kostnyttu útrokningini, men verkætlanin kann tó vera gjørd orsaka av lýstu avleiðungunum. síða 8 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Farleiðin Hvalba - Tvøroyri Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ampar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið – fagurfrøði og uppliving Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað Íløgukostnaður Byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Dagføring av vegi og tunli + + 0 0 0 + + --0 0 + 0 0 + ++ Loysn 2: Nýggjur vegur og tunnil ++ ++ ++ ++ 0 ++ ++ 0 + + ++ + ++ +++ -154 145 3 ár 11,5 0 4,4 -150 155 3 ár 16,0 10,5 4,4 síða 9 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn Hvørki at dagføra verandi tunnil (loysn 1) ella at gera ein nýggjan tunnil (loysn 2) loysir seg sambært kostnyttu útrokningunum. Útrokningarnar vísa tó, at loysnin at gera ein nýggjan tunnil gevur heldur størri fyrimunir, enn at dagføra verandi tunnil, hetta hóast íløgan í at gera nýggjan tunnil er heldur størri. Lýsingin av avleiðingunum vísir eisini, at ein nýggjur tunnil hevur fleiri positivar avleiðingar enn at dagføra verandi. Bæði kostnyttukanningin og lýsingin av avleiðingunum vísa, at uppskotið at gera nýggjan tunnil loysir seg fragari. Sambart kostnyttu kanningini loysir seg ikki at betra farleiðina, men orsaka av, at verandi tunnil er ótíðarhóskandi og ein forðan fyri menning í økinum norðanfyri Hvalbiartunnilin, umframt at tunnilin ikki lýkur trygdarkrøv til líknandi tunlar í dag, verður mælt til, at gera nýggjan tunnil og vegir, sum lýst í loysn 2. síða 10 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Dalur – Húsavík Lýsing av verandi støðu Verandi farleið er vegurin millum Dal og Húsavík, sum var tikin í nýtslu í 1963. Vegurin er knappar 5 km til longdar, og meginparturin av teininum liggur í brættlendi, undirlendið undir vegnum er stabilt. Ársmiðalferðslan á farleiðini er < 200, og í Dali búgva 48 fólk. Eitt virkið við nakað av tungari ferðslu er í bygdini. Fólk pendla til arbeiðis í øðrum bygdum, skrásett er at 5 pendla úr Dali og eingin til Dals hvønn arbeiðsdag. Vegurin er rættiliga smalur, og trupulleikar eru í støðum av omanlopi og gróti á vegnum. Hesir vegateinar eru vístir við reyðum á kortinum. Trupulleikar av kava og skalvalopi eru somuleiðis, tó meira sjálvdan. Grótið á vegnum darvar ferðsluna á vegnum nakað. Eitt óhapp uttan fólkaskaða er skrásett á vegnum seinastu 5 árini. Loysn 1: Dagføra verandi veg, øki við vanda fyri omanlopi (reyð) Loysn 2: Nýggjur tunnil og vegir (blátt) síða 11 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við tveimum ymiskum loysnum: 1) Fjallatrygging og dagføring av vegnum 2) Nýggjur tunnil og nýggir vegir báðumegin Loysn 1: Fjallatrygging og dagføring av vegnum Fjallatryggingin umfatar, at verjunet verða sett upp, sum forða fyri at grót kemir á vegin. Somuleiðis kann í støðum gerast ein breiðari vegøksl í ovaru síðu á vegnum, fyri at fanga gróti, sum ríður oman. Dagføring av verandi vegi umfatar, at vegurin í støðum verður breiðkaður, at fleiri víkipláss vera gjørd og vegastokkur o.a. verður dagført. Í mun til ferðslunøgdina er ikki neyðugt, at vegurin er tvíbreytaður allan vegateinin. Verkætlanin kann býtast sundur í tvey, so at fyrst verður fjallatryggja og síðani verður vegurin dagførdur. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Fjallatrygging(1000 m) 15 Dagf veg (4800 m) 24 39 Rakstur (mió kr/år) 0,1 1,2 1,3 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -22/-50 mió kr. Ein dagføring av vegnum viðførir at ferðatíðin verður stytt nakað, orsaka av at miðalferðin kann verða eitt sindur hægri enn fyrr. Bara fjallatrygging viðførir ikki at ferðatíðin verður stytt. Vegateinurin er hin sami, so talan er ikki um spardar kilometrar. Fyrimunir eru sera lítlir í mun til íløguna, og tí er nettonyttan av verkætlanini negativ. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin verður við hesi loysn, sami vegateinur, men við hægri standardi, og fjallatrygging forðar fyri gróti á vegnum. Framkomuleikin verður øktur við tað at vegurin er dagførdur og fleiri víkipláss gjørd. Ferðatíðin verður stytt nakað og dygdin á ferðini verður betri. Betri framkomuleiki gevur betri møguleikar at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss. Tryggleikin verður størri, tá vandi ikki er fyri gróti á vegnum. Vegurin er enn smalur, men í mun til ferðslunøgdina er hetta ikki ein trupulleiki fyri framkomuleikan. Samandráttur loysn 1. Hvørki at fjallatryggja ella at fjallatryggja og dagføra vegin loysir seg sæð út frá kostnyttu útrokningini, men verkætlanin kann tó vera gjørd orsaka av, at framkomuleikin á farleiðini verður betri, tá vandi ikki er fyri gróti á vegnum, harumframt fara tey ferðandi at kenna seg tryggari. síða 12 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2: Tunnil til Dals og vegir báðumegin Nýggjur tunnil er teknaður, tunnilsprofilið er T8,5 (tveybreytaður) og tunnilin er 3050 metrar til longdar. Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: Nýggir vegir verða gjørdir í Húsavík og í Dali, og knýtt verður í verandi landsveg. Gamli vegurin til Dals verður tá flokkaður í vegaflokk 4, og er ikki partur av yvirskipaða vegakervinum. Ein nýggjur tveybreytaður tunnil ger, at tey ferðandi bæði spara tíð og koyrdar kilometrar, tí farleiðin nú er stytt. Íløgan í verkætlanina er rættiliga stór, so nyttan er, orsaka av lítlu ferðsluni, nógv minni enn íløgan, tí er úrslitið av kostnyttu útrokningini negativt. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil (3050 m) 112 Vegir 13 125*) *Projekt fyri 125 mió kr fyriliggur. Rakstur (mió kr/år) 1,6 0,24 1,8 -144 mió kr. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin verður við hesi loysn, tveybreytað allan vegin. Framkomuleikin, dygdin og trygdin verða betri. Við hesi loysn slepst heilt undan trupulleikunum av gróti og omanlopum á Dalsvegnum. Betri framkomuleiki gevur betri møguleikar at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss. Tryggleikin er størri, nú vandi ikki er fyri gróti á vegnum. At farleiðin ikki er nógv ávirkað av veðrinum, er eisini ein fyrimunur. Samandráttur loysn 2. Verkætlanin at gera ein Dalstunnil loysir seg ikki sæð út frá kostnyttu útrokningini, men verkætlanin kann tó vera gjørd orsaka av, at framkomuleikin og ferðslutryggleikin (at kenna seg tryggan) á farleiðini verður betrað. síða 13 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Farleiðin Dalur – Húsavík Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ampar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið – fagurfrøði og uppliving Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað Kostnaður Byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Fjallatrygging og dagføring av vegi + + 0 0 0 + + 0 0 0 + 0 0 + Loysn 2: Nýggjur tunnil og vegur ++ ++ + + 0 + ++ 0 0 + -+++ + -0 + -22 (-50) 15 (39) <1 ár (3 ár) 2,7 0 0 -144 125 3 ár 5,7 4,7 0 síða 14 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn. Hvørki at fjallatryggja og dagføra verandi veg (loysn 1) ella at gera ein nýggjan tunnil (loysn 2) loysir seg sambært kostnyttu útrokningunum. Útrokningarnar vísa tó greitt, at loysnin at fjallatryggja og dagføra er fragari, ella minni vánalig, enn at gera nýggjan tunnil. Hetta kemur av, at íløgurnar til fjallatrygging og dagføring eru so nógv minni enn íløgan í tunnilin. Lýsingin av avleiðingunum vísir, at ein nýggjur tunnil hevur fleiri positivar avleiðingar enn at fjallatryggja og dagføra verandi veg. Serliga ferðslutryggleikin, tað at kenna seg tryggan, verður mettur at gerast eitt sindur betri við tunnilsloysnini. Farleiðin til Dals er ótíðarhóskandi, og tey ferðandi kenna seg ótrygg, tí verður, hóast tað ikki loysir seg sambart kostnyttu kanningini, mælt til at fjallatrygga og dagføra verandi veg (loysn 1) Við hesi loyn verða teir staðfestu trupulleikarnir á farleiðini loystir. síða 15 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Sandarlíð Lýsing av verandi støðu Verandi farleið gjøgnum Sandarlíð er ein av elstu vegum í landinum, vegurin var bygdur og tikin í nýtslu í 1920’unum. Teinurin er knapt 1800 metrar til longdar og meginparturin gongur gjøgnum sjálva líðina, sum er brøtt. Vegurin er ótíðarhóskandi og í støðum er undirlendið ikki stabilt. Ársmiðalferðslan á farleiðini er 428. Í bygdunum eystanfyri Sandarlíð búgva á Sandoynni 313 fólk. 15 fólk ferðast til arbeiðis norður gjøgnum Sandarlíð hvønn dag, og 3 suðureftir. Loysn 1: Nýggjur og dagførdur vegur (blátt og gult) Loysn 2: Nyggjur og dagførdur vegur og tunnil (blátt og blátt stiplað) Vegurin er rættiliga smalur, men 2 bilar kunnu møtast, og trupulleikar eru í støðum av gróti á vegnum. Trupulleikar eru somuleiðis av hálku- og kava á vegnum. At vegateinurin liggur í brattlendi ger, at ringt er at breiðka vegin. Trý óhapp eru skrásett á vegnum seinastu 5 árini, øll uttan fólkaskaða. síða 16 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við tveimum ymiskum loysnum, vegateinurin er býttur sundur í trý, við ymiskum uppskotum til loysnir: 1) Nýggur og dagførdur vegur, evt. nýggj linjuføring gjøgnum kneysan ovast á teininum 2) Nýggur og dagførdur vegur, tunnil (380 m) um mittasta teinin Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: Loysn 1: Nýggjur og dagførdur vegur, evt. nýggj linjuføring um kneysan ovast á teininum Lýsing av avleiðingum. Farleiðin verður við hesi loysn ein stabilur og tveybreytaður vegur. Framkomuleikin, dygdin og trygdin verða betri, og trupulleikar vera ikki av gróti á vegnum. Báðar loysnirnar umfata, at vegateinurin næst Sandi verður dagførdur. Hesin teinur er um 1000 m langur og dagføringin er mett at kosta 15 mió kr. Mittasti vegateinurin á farleiðini er í hesum fyrsta uppskotinum eini 400 m av vegi í brættlendi, við umleið somu linjuføring sum verandi vegur hevur. Hetta strekkið er mett at kosta 10 mió kr. -38 mió kr. Dagføringin ger at ferðatíðin verður eitt sindur stytt, men tað er sera lítið í mun til íløguna, tí er nettonyttan negativ. Samandráttur loysn 1. Við at dagføra/byggja ein stabilan veg við umleið somu linjuføring sum verandi, burtursæð evt. frá um kneysan ovast, umframt at tryggja vegin móti at grót kemir á vegin, verða skrásettu trupulleikarnir á vegateininum loystir. Sæð út frá kost-nyttu útrokningini loysir verkætlanin seg tó ikki. Restin av vegateininum er um 400 m somuleiðis við umleið somu linjuføring, hetta strekkið er mett at kosta 6 mió kr. Allur vegateinurin verður tveybreytaður, við veit omanfyri vegin, fyri at tryggja móti, at grót rýður oman á vegin. Fari verður evt. gjøgnum kneysan ovast á strekkinum orsaka av at so slepst skjótari úr brættlendinum. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Vegir 31 31 Rakstur (mió kr/år) 0,45 0,45 síða 17 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2: Dagføring av vegnum, tunnil (380 m) um mittasta teinin Báðar loysnirnar umfata, at vegateinurin næst Sandi verður dagførdur. Hesin teinur er um 1000 m langur og dagføringin er mett at kosta 15 mió kr. Annað uppskot til loysn umfatar harumframt, at á næsta vegateini, sum er mettur at vera mest trupul at breiðka, verður ein tunnil bygdur. Tunnilin er um 380 m og er mettur at kosta 19 mió kr. Hareftir verður aftur nýggjur vegur gjørdur sum í loysn 1, við umleið somu linjuføring ella gjøgnum kneysan. Hesin teinurin er um 400 m og er mettur at kosta 6 mió kr. Tunnilin og vegirnir báðumegin eru tveybreytaðir. Vegirnir hava veit omanfyri vegin, har hetta er neyðugt, fyri at tryggja móti, at grót ríður oman á vegin. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil (380 m) 19 Vegir 21 40 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -51 mió kr. Dagføringin ger at ferðatíðin verður eitt sindur stytt, men tað er sera lítið í mun til íløguna, tí er nettonyttan negativ. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin verður við hesi loysn ein stabilur og tveybreytaður vegur, umframt ein tunnil har ikki bar til at dagføra vegin. Framkomuleikin, dygdin og trygdin verða betri, og trupulleikar vera ikki av gróti á vegnum. Samandráttur loysn 2. Við at dagføra/byggja ein stabilan veg, umframt at tryggja vegin móti at grót kemir á vegin og at gera ein tunnil um truplasta teinin, verða skrásettu trupulleikarnir á vegateininum loystir. Sæð út frá kost-nyttu útrokningini loysir verkætlanin seg tó ikki. Rakstur (mió kr/år) 0,27 0,35 0,62 síða 18 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Sandarlíð Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ampar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið – góð fagurfrøði Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað Íløgukostnaður Mett byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Dagføring + evt. umlegging ++ ++ 0 0 0 + + -0 0 0 0 0 0 + Loysn 2: Dagføring + stuttur tunnil ++ ++ 0 0 0 + ++ -0 0 + 0 0 + -38 31 3 ár 0,7 0 0,3 -51 40 3 ár 0,7 0 0,3 síða 19 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn Hvørki uppskotið til loysnir loysir seg út frá kostnyttukanningunum, men loysn 1 loysir seg heldur fragari, orsaka av at íløgan er minni. Loysnirnar líkjast nógv, og tí eru avleiðingarnar av teimum eisini sera líkar. Væntandi er, at loysnin við tunli viðførir at ferðslutryggleikin verður betri enn við hini loysnini, men hetta skal vigast upp ímóti, at íløgukostnaðurin er størri. Loysn 1 loysir skrásettu trupulleikarnar á vegnum. Av tí at loysnirnar eru so líkar í mun til fyrimunir og vansar, fara gjøllari kanningar fram í løtuni, og verður mælt til eina loysn í tá hesar kanningar eru lidnar. síða 20 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Farleiðin um Skopunarfjørð og út í Hest Verandi støða Verandi farleið er sjóvegis sambandi við Teistanum. Teistin var bygdur í 2001 og er eitt gott skip, sum uppfyllir øll krøv til farleiðina. Teistin røkir eisini farleiðina út í Hest. Hesar farleiðirnar hava ymiskan tørv, og at tengja hesar farleiðirnar saman, kann geva trupulleikar, av tí at økt ferðasamband til annað staðið minkar um tænastuna til hitt og umvent. Dagliga ferðast í meðal knapt 500 fólk og 150 bilar til og frá Sandoynni og knapt 20 fólk til og frá Hestoynni um dagin. Tá ein Sandoyartunnil letur upp verður ferðslan til og frá Sandoynni, sambart ferðsluframrokningum eini 400 akfør um samdøgrið (báðar vegir). Og við Suðuroyarleiðini verða íalt 700 akfør í tunlinum um samdøgrið. Í Sandoynni búgva 1384 fólk og 37 búgva í Hesti. 40 fólk pendla av Sandoynni og 20 til Sandoynna hvønn arbeiðsdag. Í Hesti eru 2 pendlarar. Framkomuleiki og flytføri: Ferðatíðin er stutt, 30 min til Skopunar og 15 min út í Hest. Túratalið til Sandoyar er nøktandi, til Hest hevði verið ynskiligt við fleiri túrum. Framtíðarútlit: Um ein flogvøllur verður lagdur á Sandoynni, verður neyðugt við føstum sambandi til meginøki. Suðuroyarleiðin kann tá eisini fara umvegis Sandoynna, frá eini nýggjari havn á Sandi. Somuleiðis hevur Sandoyggin nógv byggilendi og kann gerast ein partur av miðstaðarøkinum, um fast samband verður til meginøkið. síða 21 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við tveimum ymiskum loysnum til fast samband um Skopunarfjørð: 1) Undirsjóvartunnil av Gomlurætt til Sands, ferja til Hestoynna 2) Undirsjóvartunnil av Gomlurætt til Skopunar við teymi ella ferju til Hestoynna Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil 648 Nýggjur vegur 13 661 Loysn 1: Undirsjóvartunnil av Gomlurætt til Skopunar, ferja til Hestoynna Avleiddar verkætlanir: Ein undirsjóvartunnil av Gomlurætt til Skopunar uttan samband í Hest er teknaður sum víst á kortinum omanfyri. Tunnilslinjan er 10800 m til longdar. Fyribils er mett at krøvini til mestahall á 50 ‰ kunnu haldast í tunlinum, og tunnilin er tí tveybreytaður, tunnilsprofilið er T9,5. Nýggj ferja í Hest Nýggjur vegur um Sandsbygd Nýggj havn á Sandi til Suðuroyarsigling Nýggj havn í Hvalba til Suðuroyarsigling Vegur verður gjørdur 200 m til tunnilsmunnan frá Gomlurætt og 900 m á Sandoynni. Hendan tunnilslinjan er løgd soleiðis at gjøgnumgangandi ferðslan fer uttanum Skopunar bygd, somuleiðis sleppur gjøgnumgangandi ferðslan undan einum teini á vegnum frá Skopun til Sands, har vegurin er brættur og trupulleikar ofta eru av kava og hálku. Tá ein Sandoyartunnil verður bygdur verður Sandoyarleiðin niðurløgd og nýtt ferðasamband má fáast til Hestoynna. Her er talan um eina skjóttgangandi ferðafólkaferju, sum er mett at kosta 15 mio kr, og 2,5 mió kr í rakstri um árið. Harafturat skal farmaflutningur til Hestoynna vera við einum felags farmaskipi, sum verður fingið til vegar til farmaflutning í allar útoyggjarnar. Ferjan kann eisini nýtast til ferðafólkaflutning til Kolturs. Íløga (mió kr) 15 50 Kostnyttukanning: Nettonyttan av verkætlanini er: Rakstur (mió kr/år) 8,1 0,3 8,4 Rakstur (mió kr/år) 2,5 50 50 - 384 mio kr Í kostnyttukanningini eru tær avleiddu verkætlanirnar viðv. Suðuroyarsigling og vegi um Sandsbygd ikki tiknar við. At sjóvegis sambandið við Teistanum til Sandoynna fellir burtur, og at fáa til vegar sjóvegis samband til Hest, við eini minni ferju, er íroknað. Gjaldið fyri at koyra gjøgnum tunnilin er íroknað, og sett til at vera tað sama sum fyri verandi undirsjóvartunlar, t.e. persónbilar: 170 kr, størri bilar (6-12,5m): 670 kr, lastbilar (>12,5m): 1000 kr.(aftur og fram). síða 22 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Í koyrdum kilometrum longist farleiðin fyri akfør, sum koyra gjøgnum tunnilin, staðinfyri at sigla, men ferðatíðin verður stytt. Tíðarsparingin kann tó als ikki viga upp móti tí stóru íløguni sum verkætlanin er. Kostnyttukanningin gevur tí eitt stórt negativt úrslt. Í kostnyttu kanningini er bæði verunliga og fjalda bíðitíðin roknað við, sum negativ nytta orsaka av spiltari tíð. Lýsing av avleiðingum. Flytføri og framkomuleikin á farleiðini verður munandi økt við verkætlanini. Hóast verandi ferjusamband er hóskandi til farleiðina, so verður smidleikin, at ein kann ferðast tá tørvur er á tí, nógv at siga fyri framkomuleikan. Við betraða framkomuleikanum verða møguleikarnir at pendla til arbeiðis eisini betri. Samandráttur loysn 1 Fast samband frá Sandoynni til Streymoynna er dýrt, og loysir seg í løtuni ikki í kostnyttuhøpi. Positivu árinini frá eini slíkari verkætlan í avleiðingarkanningini viga tó nakað upp móti hesum, m.a. við framtíðarútlitunum í huga. síða 23 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2 : Undirsjóvartunnil av Gomlurætt til Skopunar við teymi til Hestoynna Ein undirsjóvartunnil av Gomlurætt til Skopunar við møguligum sambandi til Hestoynna er teknaður. Tunnilslinjan er 11900 m til longdar. Fyribils er mett at krøvini til mestahall á 50 ‰ kunnu haldast í tunlinum, og tunnilin er tí 2 breytaður, tunnilsprofilið er T9,5. Møguliga eigur bert felagsferðsla at kunna koyra fólk til elevatorin, orsaka av trygdini og vandanum við at hava vegamót í tunlum. Størri farmur verður fluttur sjóvegis við einum felags farmaskipi, sum verður fingið til vegar til farmaflutning í allar útoyggjarnar. Samband í Hest - Loysn b: Tunnil til bilferðslu Vegur verður gjørdur 100 til tunnilsmunnan frá Gomlurætt og 400 m í Skopun, har komið verður út úr tunlinum beint sunnanfyri bygdina, og knýtt verður í verandi landsveg við eini rundkoyring við Skopun. Við hesi tunnilslinjuni er møguligt at gera fast samband til Hestoynna, tvær ymiskar loysnir fyri hesum eru lýstar niðanfyri. Onnar er, at bert persónflutningur og flutningur av minni farmi verður til Hest. Hin er, at hava ein teym til vanliga ferðslu úr Sandoyartunlinum til Hest. Loysnin við teymi til bilferðslu til Hest umfatar, at eitt vegamót verður gjørt í tunlinum, og at ein síðutunnil við longdini 2000 m verður gjørdur. Hendan loysn er mett at kosta 100 mió kr. Eitt vegamót í einum tunli kann tó vera ein trupulleiki fyri trygdina. Hetta er somuleiðis ein ókend loysn, sum má kannast nærri, áðrenn støða kann takast. Samband í Hest - Loysn c: Ferja til Hestoynna Samband í Hest - Loysn a: Elevatortunnil til fólkaflutning Fast samband í Hest úr Sandoyartunlinum bert til fólkaflutning og flutning av minni farmi kann gerast við at hava ein elevatortunnil úr Sandoyartunlinum. Hetta er ein ókend loysn, sum má kannast nærri. Hugsast kann at eitt síðurúm við parkeringsøki verður bygt í Sandoyartunlinum. Har kunnu ferðafólk til Hest seta bilin og ferðast við elevator upp til bygdina. Hendan loysn er mett at kosta 50 mió kr., tá er talan um eina skakt á skák (eini 45º) við elevator, tappu, ljósið o.l. Hesin skáktunnil er mettur at vera eini 3-400 metrar til longdar. Ein skjóttgangandi ferðafólkaferju, sum er mett at kosta 15 mio kr, og 2,5 mió kr í rakstri um árið, verður fingið til vegar. Farmaflutningur til Hestoynna verður við einum felags farmaskipi, sum verður nýtt til farmaflutning í allar útoyggjarnar. Ferjan kann eisini nýtast til ferðafólkaflutning til Kolturs. síða 24 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil 714 Teymur til Hest 50 (100) Nýggjur vegur + 9 rundkoyring 771 (821) FYLGISKJAL 2 Rakstur (mió kr/år) 8,9 1,5(1,5) 0,2 10,6(10,6) Avleiddar verkætlanir: Nýggj ferja í Hest Nýggjur vegur um Sandsbygd Nýggj havn á Sandi til Suðuroyarsigling Nýggj havn í Hvalba til Suðuroyarsigling Íløga (mió kr) 15 50 Rakstur (mió kr/år) 2,5 50 50 Gjaldið fyri at koyra gjøgnum tunnilin er íroknað, og sett til at vera tað sama sum fyri verandi undirsjóvartunlar, t.e. persónbilar: 170 kr, størri bilar (6-12,5m): 670 kr, lastbilar (>12,5m): 1000 kr.(aftur og fram). Lýsing av avleiðingum. Flytføri og framkomuleikin á farleiðini verður munandi økt við verkætlanini. Hóast verandi ferjusamband er hóskandi til farleiðina, so verður smidleikin, at ein kann ferðast tá tørvur er á tí, nógv at siga fyri framkomuleikan. Við betraða framkomuleikanum verða møguleikarnir at pendla til arbeiðis eisini betri. Samandráttur loysn 2 Fast samband frá Sandoynni til Streymoynna er dýrt, og loysir seg als ikki í kostnyttuhøpi. Positivu árinini frá eini slíkari verkætlan á stórt sæð øllum økjum í avleiðingarkanningini viga tó nakað upp móti hesum, við hesi loysnini kann Hestur gerast ein partur av fasta sambandinum, og fær eisini somu positivu avleiðingar. Kostnyttukanning: Nettonyttan av verkætlanini er: Loysn a) -465 mió kr Loysn b) -523 mió kr Loysn c) -464 mió kr Í kostnyttukanningini eru tær avleiddu verkætlanirnar viðv. Suðuroyarsigling og vegi um Sandsbygd ikki tiknar við. At sjóvegis sambandið við Teistanum til Sandoynna og Hest fellir burtur er íroknað. síða 25 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Sandoyartunnil Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan AMpar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið – góð fagurfrøði Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað Íløgukostnaður Byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Sandoyartunnil + ferja til Hest +++ +++ ++ 0 ++ ++ 0 0 0 0 0 + +++ 0 + +++ Loysn 2: Sandoyartunnil + teymur í Hest +++ +++ + 0 ++ 0 0 0 0 0 0 ++ +++ 0 + +++ - 384 mió kr 661 mió kr 5 ár 436 -108 -29 -465/-523/-464 mió kr 771/ 821/738 mió kr 5 ár 438/438/432 -117/-117/-117 -29/-29/-29 síða 26 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn Samanumtikið kann tað ikki loysa seg í løtuni at gera hetta fasta sambandi millum Sandoynna og Streymoynna. Men við framtíðarútlitum í huga kann tað gerast meira positivt. Um ein flogvøllur verður lagdur á Sandoynni, verður tað roknað sum alneyðugt við føstum sambandi til meginøki, av tí at okkara flytføri út í heim er treyta av hesum sambandi. Um ikki flogvøllur verður á Sandoynni, kann tó hugsast at fasta sambandið verður aktuelt, orsaka av møguligum vakstrarøkjum í Sandoynni, og tá verður betri møguleiki fyri at tryggja størri túratíttleika á Suðuroyarleiðini. Fasta sambandi til Hestoynna verður bert aktuelt um norðara linjan til Sandoyartunnilin verður vald. Avleiðingarnar og kostnyttu kanningarnar viðvíkjandi Sandoyartunlinum eru innleiðandi kanningar. Nærri kanningar, sum eisini nærri viðgera Suðuroyarleiðina, avleiddu verkætlanirnar umframt ein møguliguan flogvøll á oynni verða gjørdar í løtuni. Kanningarnar eru komnar ov stutt til at velja loysn enn, men verður hetta væntandi klárt at taka støðu til medio 2007. Spurningurin um sambandið skal gerast er ógvuliga politiskt har støða skal takast til ætlanina við Sandoynni og Suðuroynni. Ein undirsjóvartunnil til Sandoynna er tætt tengdur at menning og trivnaði í Sandoynni og helst eisini Suðuroynni, og er tað út frá hesum sjónarviklum, at ein støða skal takast. síða 27 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Farleiðin Tjørnuvík - Haldórsvík Lýsing av verandi støðu Verandi farleið er vegurin millum Tjørnuvík og Haldórsvík, sum var tikin í nýtslu í 1966. Vegurin er knappar 4,5 km til longdar, og meginparturin av teininum liggur í brættlendi, undirlendið undir vegnum er stabilt. Ársmiðalferðslan á farleiðini er um 150, og í Tjørnuvík búgva 71 fólk. Fólk pendla til arbeiðis í øðrum bygdum, skrásett er at 20 pendla úr og 2 til bygdina hvønn arbeiðsdag. Vegurin er rættiliga smalur, einbreytaður við víkiplássum. Trupulleikar eru í støðum av omanlopi og gróti á vegnum. Hesir vegateinar eru vístir við reyðum á kortinum. Trupulleikar av kava og skalvalopi eru somuleiðis, tó meira sjálvdan. Grótið á vegnum darvar ferðsluna á vegnum nakað. Einki óhapp er skrásett á vegnum seinastu 5 árini. Loysn 1: Fjallatrygging (reytt) og dagføring av vegi (gult) Loysn 2: Nýggjur tunnil og vegir (blátt) síða 28 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við tveimum ymiskum loysnum: 1) Fjallatrygging og dagføring av vegnum 2) Nýggjur tunnil og nýggir vegir báðumegin Loysn 1: Fjallatrygging og dagføring av vegnum Fjallatryggingin umfatar, at verjunet verða sett upp, sum forða fyri at grót kemir á vegin. Kortið omanfyri vísir trýggjar teinar við møguligum omanlopum, og her verða eini 200 m av tryggingarneti sett upp á hvørjum staði. Dagføring av verandi vegi umfatar, at vegurin í støðum verður breiðkaður, at fleiri víkipláss vera gjørd og vegastokkur o.a. verður dagført. Í mun til ferðslunøgdina er ikki neyðugt, at vegurin er tvíbreytaður allan vegateinin. Verkætlanin kann býtast sundur í tvey, so at fyrst verður fjallatryggja og síðani verður vegurin dagførdur. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Fjallatrygging(600 m) 9 Dagf veg (4300 m) 22 31 Rakstur (mió kr/år) 0,1 1,0 1,1 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -10/-35 mió kr. Ein dagføring av vegnum viðførir at ferðatíðin verður stytt nakað, orsaka av at miðalferðin kann verða eitt sindur hægri enn fyrr. Bara fjallatrygging viðførir ikki at ferðatíðin verður stytt. Vegateinurin er hin sami, so talan er ikki um spardar kilometrar. Fyrimunir eru sera lítlir í mun til íløguna, og tí er nettonyttan av verkætlanini negativ. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin verður við hesi loysn, sami vegateinur, men við hægri standardi, og fjallatrygging forðar fyri gróti á vegnum. Framkomuleikin verður øktur við tað at vegurin er dagførdur og fleiri víkipláss gjørd. Ferðatíðin verður stytt nakað og dygdin á ferðini verður betri. Betri framkomuleiki gevur betri møguleikar at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss. Tryggleikin er størri, nú vandi ikki er fyri gróti á vegnum. Vegurin er enn smalur, men í mun til ferðslunøgdina er hetta ikki ein trupulleiki fyri framkomuleikan. Samandráttur loysn 1. Hvørki at fjallatryggja ella at fjallatryggja og dagføra vegin loysir seg sæð út frá kost-nyttu útrokningini, men verkætlanin kann tó vera gjørd orsaka av, at farleiðin verður tryggari. síða 29 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2: Tunnil til Tjørnuvíkar og vegir báðumegin Nýggjur tunnil er teknaður frá Fjørðuglyvur til Tjørnuvíkar, tunnilsprofilið er T8,5 (tveybreytaður) og tunnilin er 1360 metrar til longdar. Nýggir vegir verða gjørdir í Tjørnuvík og við Fjørðuglyvur, og bundið verður í vernadi landsveg. Gamli vegurin til Tjørnuvíkar verður tá flokkaður í vegaflokk 4, og er ikki partur av yvirskipaða vegakervinum. Nýggju vegateinarnir eru tveybreytaðir og ávíkavist 112 og 300 m. Tunnilin frá Fjørðuglyvur til Tjørnuvíkar ger at sleppast kann undan vegateininum við størst trupuleikum av gróti á vegnum á farleiðini. Á einum teini áðrenn tunnilin, við Marmarkallará millum Haldórsvík og Fjørðuglyvur, eru tó enn møguligir trupulleikar av gróti, sum ríður oman á vegin. Her eru 2 ymiskar loysnir: a) vegurin millum Haldórsvík og Fjørðuglyvur verður dagførdur til ein tveybreytaðan veg (2200 m) og við Marmarkallará verður veit gjørd omanfyri vegin fyri at fanga grótið, sum ríður oman, hetta er mett at kosta: 22 mió kr b) vegurin millum Haldórsvík og Fjørðuglyvur (2200 m) verður dagførdur við eyka víkiplássum, vegastokki o.l. og við Marmarkallará verður veit gjørd omanfyri vegin fyri at fanga grótið, sum ríður oman, hetta er mett at kosta: 3 mió kr Við loysn a) omanfyri verður allur vegurin til Tjørnuvíkar tveybreytaður, men í mun til ferðsluna á vegnum er hetta tó ikki neyðugt, tí verður loysn b) nýtt í víðari kanningunum her. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil (1360 m) 54,4 Vegir 8,5 62,9 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: Rakstur (mió kr/år) 0,9 0,6 1,5 -74 mió kr. Ein nýggjur tveybreytaður tunnil ger, at tey ferðandi bæði spara tíð og koyrdar kilometrar, tí farleiðin nú er stytt nakað. Íløgan í verkætlanina er rættiliga stór, so nyttan er, orsaka av lítlu ferðsluni, nógv minni enn íløgan, tí er úrslitið av kostnyttu útrokningini negativt. Lýsing av avleiðingum. Umleið helvtin av farleiðin verður við hesi loysn, ein tveybreytaður tunnil og vegur, restin er ein dagførdur einbreytaður vegur. Framkomuleikin og trygdin verða betri á farleiðini. Við hesi loysn slepst undan trupulleikunum av gróti og omanlopum á Tjørnuvíkarvegnum. Betri framkomuleiki gevur betri møguleikar at ferðast ímillum bústað og arbeiðspláss. Tryggleikin er størri, nú vandi ikki er fyri gróti á vegnum. Samandráttur loysn 2. Verkætlanin at gera ein tunnil til Tjørnuvíkar loysir seg ikki sæð út frá kost-nyttu útrokningini, men verkætlanin kann tó vera gjørd síða 30 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 orsaka av, at sleppast kann undan gróti á vegnum og ferðslutryggleikin (at kenna seg tryggan) á farleiðini verður betrað. síða 31 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Farleiðin Tjørnuvík - Haldarsvík Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ampar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið – fagurfrøði og uppliving Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað Kostnaður Byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Fjallatrygging og dagføring av vegi + + 0 0 0 0 + -0 0 + 0 0 0 0 + Loysn 2: Nýggjur tunnil og vegur ++ ++ + 0 0 0 ++ 0 + 0 ++ + 0 + -10 (-35) 9 (31) <1 ár (3 ár) 1,4 0 0 -74 63 3 ár 6,0 2,4 0 síða 32 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn. Hvørki at fjallatryggja og dagføra verandi veg (loysn 1) ella at gera ein nýggjan tunnil (loysn 2) loysir seg sambært kostnyttu útrokningunum. Útrokningarnar vísa tó greitt, at loysnin at fjallatryggja og dagføra er fragari, ella minni vánalig, enn at gera nýggjan tunnil. Hetta kemur av, at íløgurnar til fjallatrygging og dagføring eru so nógv minni enn íløgan í tunnilin. Lýsingin av avleiðingunum vísir, at ein nýggjur tunnil hevur fleiri positivar avleiðingar enn at fjallatryggja og dagføra verandi veg. Serliga ferðslutryggleikin, tað at kenna seg tryggan, verður mettur at gerast eitt sindur betri við tunnilsloysnini. At dagføra verandi veg loysir tó skrásettu trupulleikarnar við gróti á vegnum, og ger eisini at farleiðina tryggari. Upplivingin við at koyra eftir verandi vegi er størri enn at koyra í einum tunli. Hóast tað ikki loysir seg sambart kostnyttu kanningini, verður mett neyðugt at betra farleiðina, av tí at farleiðin er ov ótíðarhóskandi og tey ferðandi kenna seg ótrygg. Mælt verður til at fjallatryggja og dagføra verandi farleið (loysn 1) hetta er fragara loysnin í kostnyttu kanningini, og hetta uppskot loysir teir staðfestu trupulleikarnar á farleiðini. síða 33 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Farleiðin Norður um Fjall Verðandi farleið Norður um Fjall, frá Klaksvík og norður til Árnafjarðar og víðari til Norðdepli var tikin í nýtslu tá tunlarnir vóru latnir upp í ávikavíst 1965 og 1967. Tunlarnir hava bert eina koyribreyt og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er 3,2 m og breiddin 3,5 m, stór akfør kunnu tí ikki fara gjørnum tunlarnar, sum eru ein fløskuhálsur til norðara part av norðoyggjunum. Í báðum tunlunum skal ferðslan suðureftir halda aftur fyri ferðsluni norðeftir. Hetta ger, at ferðatíðin á farleiðini kann vera nakað longd, tá nógv ferðsla er. Nógv ferðsluóhapp eru á farleiðini, á vegunum til tunlarnar, millum tunlarnar og í sjálvum tunlunum. 797 fólk búgva norðanfyri tunlarnar og 2 pendla norðeftir og 20 suðureftir hvønn dag. Ferðslan á farleiðini er um 900 í akfør um samdøgrið. síða 34 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við trimum loysnum: 1) Nýggjur tunnil Norðuri á Dal og nýggir vegir báðumegin og dagføring av Árnafjarðartunlinum 2) Nýggjur tunnil úr Klaksvík til Árnafjarðar, vegur í Árnafirði, og nýggur tunnil til Norðtoftir. 3) Dagføring av verandi tunlum / gera nýggjar tunlar umleið har verandi tunlar eru. Loysn 1 og 3 hava ein umfartsveg norður um Klakvíkina, sum avleidda verkætlan. síða 35 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 1: Nýggjur tunnil Norðuri á Dal Nýggjur tunnil er teknaður. Tunnilin er ein tvíbreytaður tunnil við fríhæddini 4,6. Tunnilsprofilið er T9,5 og longdin er 3060 m. Nýggjur vegur verður gjørdur norður frá byrgingini um Haraldsund til Norðuri á Dal (sí kortið frammanfyri). At gjøgnumgangandi ferðslan norðeftir skal gjøgnum Klaksvíkina kann gerast ein trupuleiki, tí er ferðslan leidd eftir einum vegi um Klaksvíkina (30 mió kr), sum ikki er beinleiðis partur av verkætlanini, men er roknaður við, tá kostnyttu útrokningar skulu gerast. Somuleiðis er ein dagføring av Árnafjarðar tunlinum partur av verkætlanini. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil (3060 m) 153 Vegir 39 Dagf. tunnil (1680 m) 59 Tilsamans 251 Rakstur (mió kr/år) 2,1 0,7 1,2 4,0 Avleidd verkætlan: Vegur um Klaksvík 30 mió kr. Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -386 mió kr. Nýggja farleiðin verður eitt sindur longri enn verandi farleið, tí verður negativt úrslit í spardum kilometrum. Hetta er saman við stóru íløguni við til at gera at kostnyttuúrslitið er negativt. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin verður við hesi loysn ein eitt sindur longri farleið, men við hægri standard, tveybreyða allan vegin. Ferðatíðin verður tí stytt nakað og dygdin á ferðini verður betri. Framkomuleikin verður øktur og betri møguleikar verða at ferðast ímillum til arbeiðis. Nýggi tunnilin og dagførdi tunnilin gera at farleiðin ikki longur er ein fløskuhálsur til økið norðanfyri. Væntandi fer verkætlanin at viðføra at færri ferðsluóhapp vera á farleiðini. Samandráttur loysn 1. Ein nýggjur tunnil Norðuri á Dal loysir trupulleikarnar við gomlu ótíðarhóskandi tunlunum, og farleiðin norður um Klakvík verður ein tíðarhóskandi farleið. Verkætlanin er kostanaðarmikil, m.a. orsaka av avleiddu verkætlanunum sum eru ein umfartsvegur um Klaksvíkina og dagføring av Árnafjarðartunlinum. síða 36 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2: Nýggjur tunnil til Árnafjarðar úr Klaksvík, nýggjur tunnil til Norðtoftir Tveir nýggir tunlar eru teknaðir, annar úr Klaksvík til Árnafjarðar og hin úr Árnafirði til Norðtoftir. Tunlarnir eru tvíbreytaður við fríhæddini 4,6 og tunnilsprofilarnir eru T9,5. Longdin er ávikavíst 3000 m og 2260 m. Við hesi loysnini fer gjøgnumgangandi ferðslan norðeftir ikki gjøgnum Klaksvíkina. Nýggi Árnafjarðartunnilin liggur við ”innkoyringina” til Klaksvíkar, og ferðslan norðeftir fer tí ikki inn í bygt økið. Ferðslan til Haraldsund og Kunoyar bygd skal tó enn gjøgnum Klaksvík. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil (3000 m) 150 Tunnil (2260 m) 113 Vegir 29 Tilsamans 292 Rakstur (mió kr/år) 2,1 1,6 0,3 4,0 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -376 mió kr. Árliga eru heldur minni útreiðslur til viðlíkahald, hetta ger at kostnyttu úrslitið er heldur fragari enn fyri loysn 1, kostnyttu úrslitið er tó negativt. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin hevur við hesi loysn nakað somu longd, sum verandi farleið, og er tveybreyða allan vegin. Ferðatíðin verður tí stytt nakað og dygdin á ferðini verður betri. Framkomuleikin verður øktur og betri møguleikar verða at ferðast ímillum til arbeiðis. Nýggju tunlarnir gera, at farleiðin ikki longur er ein fløskuhálsur til økið norðanfyri. Væntandi fer verkætlanin at viðføra at færri ferðsluóhapp vera á farleiðini. Samandráttur loysn 2. Hendan nýggja farleið loysir trupulleikarnar við gomlu ótíðarhóskandi tunlunum, og farleiðin norður um Klakvík verður ein tíðarhóskandi farleið. Verkætlanin er kostanaðarmikil, m.a. orsaka av at tveir nýggir tunlar skulu gerast. síða 37 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 3: Dagføra verandi tunlar ella gera nýggjar tunlar umleiðs sama stað. Avleidd verkætlan: Vegur um Klaksvík 30 mió kr. Fyrsta uppskotið til loysn 3 var at dagføra, breiðka og hækka verandi tunlar til Árnafjarðar og til Hvannasunds. Útrokningar vístu tó, at hetta fór at vera eins dýrt og at gera nýggjar tunlar nærhendis, og amparnir av dagføringini í byggitíðini vóru sera stórir. Tí er valt, at loysn 3 er at gera nýggjar tunlar nærhendis verandi tunlum. Í Árnafirði er frástøðan millum báðar tunnilsmunnarnar ikki nógv stór til at uppfylla krøvini, sum verða sett í dag. Tunnilsmunnarnir báðir í Árnafirði liggja rættiliga høgt (um 84 m hædd), og eru nógv ávirkaðir av veðrinum. Nýggju tunlarnir eru tí lagdir eitt sindur lægri í lendinum. Tunnilsmunnarnir til nýggja Árnafjarðartunnilin eru í hæddini 50 m (vestur) og 62 m (eystur), og til nýggjan Hvannasundstunnil 63 m (vestur) og 75 m (eystur). Nýggju tunlarnir eru 1860 m og 2180 m til longdar, og tunnilsprofilurin er T9,5. Nýggju vegirnir eru 1490 m, harafturat skal roknast við at dagføra 1000 m av vegi frá Depli til Norðdepli. At gjøgnumgangandi ferðslan norðeftir skal gjøgnum Klaksvíkina kann blíva ein trupuleiki, tí er ferðslan leidd eftir einum vegi um Klaksvíkina, sum ikki er beinleiðis partur av verkætlanini, men er roknaður við, tá kostnyttu útrokningar skulu gerast. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Nýggjur Árnafj.tunnil 93 Nýggjur Hvann.tunnil 109 Vegir 31 Tilsamans 233 Kostnyttu útrokning. Nettonyttan av verkætlanini er í nútíðarvirði: -286 mió kr. Longdin á farleiðini er umleið hin sama, men tíðarsparingar eru orsaka av at farleiðin verður tveybreytað allan vegin. At íløgan er minni, ger at kostnyttu úrslitið fyri hesa verkætlan, hóast tað er negativt, er fragasta úrslitið av hesum 3 loysnunum. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin hevur við hesi loysn somu longd, sum verandi farleið, men er tveybreyða allan vegin. Ferðatíðin verður tí stytt nakað og dygdin á ferðini verður betri. Framkomuleikin verður øktur og betri møguleikar verða at ferðast ímillum til arbeiðis. Nýggu tunlarnir gera at farleiðin ikki longur er ein fløskuhálsur til økið norðanfyri. Væntandi fer verkætlanin at viðføra at færri ferðsluóhapp vera á farleiðini. Samandráttur loysn 3. Hendan nýggja farleið loysir trupulleikarnar við gomlu ótíðarhóskandi tunlunum, og farleiðin norður um Klakvík verður ein betri og dagførd farleið. Rakstur (mió kr/år) 1,3 1,5 0,6 3,4 síða 38 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Farleiðin Norður um Fjall Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ampar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið – fagurfrøði og uppliving Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað Íløgukostnaður Mett byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Tunnil Norðuri á Dal Loysn 2: Nýggj linjuføring Árnafjarðartunnil og tunnil til Norðdepli ++ ++ 0 + + ++ ++ 0 0 + -0 ++ +++ ++ 0 0 + ++ ++ 0 0 0 ++ 0 0 ++ Loysn 3: Nýggir tunlar umleið verandi plasering /dagføring av verandi tunlum ++ ++ 0 0 + ++ ++ 0 0 0 ++ 0 + ++ -387 251 (u. avleiddar) 4 ár 4,9 -38,5 13,3 -376 292 4 ár 6,6 -35,3 13,5 -286 233 (u. avleiddar) 4 ár 26,7 -6,4 15,2 síða 39 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn Av omanfyrinevndu loysnum til sambandið til økið norðanfyri Klaksvíkina er tað eingin sum loysir seg í kostnyttuhøpi. Men av tí at gomlu og ótíðarhóskandi tunlarnir eru ein fløskuhálsur fyri økið norðanfyri, og hava stóra ávirkan á flytførið og framkomuleikan til og frá hesum økjum, kann vera valt at dagføra hesa farleið. Mælt verður til at gera nýggjar tunlar á umleið somu støðum sum tunlarnir eru í dag (loysn 3), tí hendan vísir seg at loysa seg fragast. Fyrst var kannað, hvat tað kostaði at dagføra og breiðka verandi tunlar, men tá tað vísti seg at verða útvið eins dýrt, sum at gera nýggjar tunlar, samstundis sum tað ávirkaði ferðsluna sera nógv, var valt heldur at gera nýggjar tunlar á umleið somu støðum sum verandi tunlar, munnarnir eru tó lagdir heldur lægri. Hetta er serliga neyðugt í Árnafirði, tí frástøðan millum verandi tunnilsmunnar fylgdi ikki krøvunum til tunlar í dag. síða 40 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Eysturoy - Streymoy (Farleiðin Gøtudalur/Kambsdalur – Skálafjørður og umfartsvegur um Gøtu, Søldarfjørð og Glyvrar/Runavík) FYLGISKJAL 2 Lýsing av verandi støðu Fasta sambandið millum Suðurstreymoynna og Suðureysturoynna við einum Eysturoyartunli er ein týðandi partur í yvirskipaða samferðslukervinum í Føroyum, sum umfatar eina norðursuðurgangandi høvuðsfarleið og eina eystur-vestur høvuðsfarleið. Eysturoyartunnilin verður partur av norður-suður farleiðini og vil ”avlasta” eystur-vestur farleiðina nógv. Harumframt hevur tað týdning at høvuðsfarleiðirnar eru fleirstreingjaðar, serliga á miðjuni, har mesta ferðslan er. Tá fast samband verður millum Suðurstreymoynna og Suðureysturoynna verður hetta veruleiki, og høvuðsfarleiðirnar verða ikki so viðkvæmar. Øll ferðsla millum miðstaðarøkið og meginpartin av Eysturoynni (undantikið er bert Sundalagið og Eiði) og Norðoyggjar fær nyttu av hesum fasta sambandinum. Verandi farleið til miðstarøkið er vegasambandið gjøgnum Norðskálatunnilin, um Brúnna um Streymin til Kollafjarðar og víðari til Tórshavnar gjøgnum Kollfjarðatunnilin. Ferðslan er á allari leiðini omanfyri 3000 akfør um samdøgrið og heilt upp til 8000 norðanfyri Tórshavn. Hetta er sostatt tann farleiðin í landinum, sum hevur mest ferðslu, og her eru eisini nógv ferðsluóhapp. Um verkætlanin um fast samband ikki verður gjørd, verður allarhelst neyðugt at útbyggja vegakervið í støðum á verandi leið. Eysturoyartunnilin styttir nógv um ferðatíðina til Tórshavnar frá økjunum norðanfyri. Hetta hevur m.a. stóran týdning fyri hvar fólk velja at búseta seg í mun til hvar tey arbeiða. Nógv pendlan er millum Eysturoynna og Tórshavn, og millum Norðoyggjarnar og síða 41 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Tórshavn (hetta fer væntandi at økjast munandi orsaka av betraða sambandinum nú Norðoyatunnilin er latin upp). Eini 400 fólk pendla til Tórshavnar og eini 60 norðeftir hvønn dag. Verkætlanin við Eysturoyartunlinum er tengd saman við verkætlanini at gera fast samband millum báðar armarnar á Skálafjørðinum. Ætlanin er, at verkætlanin verður fíggja við brúkaragjaldi. síða 42 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Uppskot til loysnir Arbeitt hevur verið við fleiri ymiskum uppskotum til fast samband millum Suðurstreymoy og Suðureysturoy, og komið er fram til tvær ymiskar linjuføringar til ein undirsjóvartunnil millum oyggjarnar báðar, og tvær ymiskar loysnir fyri fasta sambandið um Skálafjørðin, onnur loysnin er ein brúgv um fjørðin og hin er ein tunnil undir fjørðin. Hesi uppskot eru mett at hóska best til tørvin á ferðslu á farleiðini, og kunnu kombinerast til fylgjandi uppskot til loysnir: Hesar avleiddu verkætlanirnar eru partur av útrokningunum í samband við loysnirnar. Ein onnur avleidd verkætlan er innkomuvegurin til Tórshavnar, har ein útbygging er neyðug fyri at nøkta tørvin hjá ferðsluni ísv. fasta sambandið, men hendan útbygging er í gerð og er annars eins fyri allar loysnirnar, tí er hon ikki roknað sum ein partur av verkætlanini. 1) Tunnil millum Suðurstreym og Strendur við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir. 2) Tunnil millum Suðurstreym og Strendur við tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir/Runavík. 3) Tunnil millum Suðurstreym og Toftir/Runavík við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir. 4) Tunnil millum Suðurstreym og Toftir/Runavík við tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir/Runavík. Við loysn 1 og 2 fer gjøgnumgangandi ferðslan, tvs. ferðslan til og frá økjunum norðanfyri Skálafjørðin (Fuglafjørður, Gøta, Leirvík og Klaksvík) eftir vestara armi av Skálafjørðinum, ein tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal ella Kambsdal er ein avleidd verkætlan av hesum fasta sambandinum til Suðurstreym. Við loysn 3 og 4 fer hendan ferðslan eftir eystara armi á Skálafjørðinum, og tá er neyðugt við einum umfartsvegi um Runavík-Glyvrar, einum um Søldafjørð og einum um Gøtugjógv. síða 43 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 1) Tunnil millum Suðurstreym og Strendur við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir. Linjuføringin til fasta sambandi millum Suðurstreym og Strendur er sum víst á omanfyristandandi korti. Bundi verður í landsvegin við Sund á Streymoynni og uttarlaga á Strondum. Íbindingin á Sundi er vald, tí her er pláss til at gera eina rundkoyring til íbindingina, náttúruumhvørvisliga fellur hon rímiliga væl inn í lendið og ein íbinding her samsvarar væl við útbyggingina av Innkomuvegnum til Tórshavnar. Á Sundi verða 1500 m av vegi og ein rundkoyring fyri tilsamans 35 mió, hetta er eins fyri allar loysnirnar. metrar og størsta spenn 174 metrar. Atkomuvegir báðumegin knýta brúnna í landsvegin á ávíkavíst Strondum og Toftum/Runavík. Á Stondum skal vegateinurin frá tunnilsmunnanum til brúnna dagførast og møguliga gerast av nýggjum, hesin teinur er 2 km. Her verður eisini neyðugt við 2 rundkoyringum. Á Toftum er vegurin til brúnna 800 metrar, og bundið verður í eina rundkoyring í Runavík. Alternativt kann vegurin leggjast framvið Toftavatni, tá er longdin 1500 m, her er eisini bundið í landsvegin við eini rundkoyring. Roynt hevur verið at fingið lagt íbindingina til Eysturoyartunnilin uttan fyri bygt øki á Strondum, men enn er ikki funnin nøkur endalig loysn á hesum. Landsvegurin gjøgnum Strendur er ein breiður, góður vegur, sum við ávísum tillagingum, fer at klára øktu ferðsluna av Eysturoyartunnlinum. Við hesi loysn verður gjøgnumgangandi ferðslan leidd eftir vestara armi á Skálafjørðinum, har alt vegakervið er um at verða liðugt útbygt, so gjøgnumgangandi ferðsla fer uttanum bygt økið. Hendan útbygging er millum annað gjørd við framtíðar útlitunum av Eysuroyartunlinum fyri eyga. Jarðfrøðiligar kanningar benda á, at fyri at halda krøvini til hall í tunlum er neyðgt at tunnilin verður trýbreytaður. Verandi linjuføring hevur eitt hall heilt upp til 69 ‰. Tunnilin verður tí nakað dýrari, roknað er við einum miðalprísi uppá 80.000 kr/m. Tá ferðslan úr Norðoyggjum og norðara parti av Eysturoynni fer at nýta Eysturoyartunnilin, er neyðugt at gera umleggingar fyri at bøta um trygd og framkomuleika. Fyri at gjøgnumgangandi ferðslan skal fara uttanum bygt økið og sleppast kann undan at fara um Gøtueiði, har hallið og hæddin á vegnum ofta er trupult, serliga hjá tungu ferðsluni, er ein tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal ella Kambsdal ein avleidd verkætlan av Eysturoyartunlinum (sum kemir upp á Strondum). Hesin tunnilin styttir eisini um farleiðina úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði til Skálafjørðin. Hesin tunnil er eisini partur av eini eystur-/vesturgangandi farleið í yvirskipaða vegakervinum. Longdin á tunlinum av Sundi til Strendur er 7,4 km. Uppskot til eina brúgv um Skálafjørðin er teknað, brúgvin er 920 metrar til longdar. Hædd er tikin fyri at stór skip, sum t.d. Norrøna, kunnu koma inn á fjørðin, størsta fríhædd undir brúnni er 51,6 síða 44 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Arbeitt hevur serliga verið við tveimum ymiskum linjuføringum fyri hendan tunnilin, onnur er úr Gøtudali til Ánirnar við Skálafjørðin (Gøtudalstunnilin), á báðum støðum verður knýtt í verandi landsveg við rundkoyringum, hin er úr Kambsdali til Skálabotn (Kambsdalstunnilin), eisini her verður knýtt í landsvegin við rundkoyringum. Báðir teir teknaðu tunlarnir eru umleið líka langir (góðar 3 km), og við tilhoyrandi vegum og rundkoyringum er kostnaðurin á báðum somuleiðis eins, 171 mió kr. Vegurin á vestara armi á Skálafjørðinum er ikki við í kostnyttukanningini, hann er í gerð og verður liðugt gjørdur í øllum førum, áðrenn Eysturoyartunnilin er gjørdur. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Tunnil Sund-Strendir 595 Brúgv um Skálafjørðin 167 Vegir 86 Tilsamans 848 Rakstur (mió kr/år) 5,6 0,6 1,2 7,4 Avleidd verkætlan a) Kambsdalstunnil 171 mió kr. Avleidd verkætlan b) Gøtudalstunnil 171 mió kr. Kostnyttu útrokning. Avleidda verkætlanin, tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal ella Kambsdal, er roknað við í kostnyttu útrokningarnar, tí eru tvey úrslit fyri hvørja loysn: Loysn 1a: Tunnil Sund-Strendir + brúgv + a) Kambsdalstunnil: Nettonytta: 2367 mio kr Intern renta (IR): 13,9 % Loysn 1b: Tunnil Sund-Strendir + brúgv + b) Gøtudalstunnil: Nettonytta: 2293 mio kr Intern renta (IR): 13,7 % Verkætlanin gevur stóra nettonyttu sambart kostnyttu kanningini, serliga er tað sparda tíðin og stytta farleiðin, sum ávirka samlaða úrslitið. So hóast talan er um eina stóra íløgu, er samfelagsnyttan tilsvarandi nógv størri. Avleiddu verkætlanirnar eru tiknar við í kostnyttukanningina, og báðar eru eisini positivar, men sambart kostnyttu útrokningini hevur samlaða verkætlanin við Kambsdalstunlinum størri nyttu, ml.a. tí farleiðin styttist meira fyri ferðsluna til og frá Fuglafirði, meðan farleiðin í longd er umleið hin sama fyri ferðsluna til og frá Klaksvík. síða 45 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Lýsing av avleiðingum. Farleiðin millum Eysturoynna/Norðoyggjar og Suðurstreym styttist nógv í tíð og kilometrum við einum undirsjóartunli. Framkomuleikin verður betri, við at at farleiðin styttist, og hetta betrar munandi møguleikarnar m.a. at ferðast ímillum til arbeiðis. Ein brúgv um Skálafjørðin verður mett at binda økini báðumegin fjørðin betri saman, umframt at farleiðin verður stytt (eisini í mun til ein tunnil undir Skálafjørðin). Brúgvin er ein jøvn farleið (uttan brekkur), og sostatt orkusparandi. Hædd er tikin fyri, at stór skip sleppa inn á fjørðin, meðan t.d. boripallar, ikki kunnu fara undir brúnni. Brúgvin verður tó meira ávirkað av veðrinum, serliga vindi, enn ein tunnil. Gjøgnumgangandi ferðslan fer við hesi loysn eftir vestara armi á Skálafjørðinum, har vegakervið er um at verða liðugt útbygt, og hóskar til hesa ferðslu. Ferðslan fer uttanum bygt økið eftir einum hóskandi vegi í láglendi uttan brekkur. Harumframt verður við avleiddu verkætlanini, ikki neyðugt at skula gjøgnum bygt øki í Gøtugjógv og um Gøtueiði, sum er ein høgtliggjandi og brattur vegur. Við hesi loysn fer ferðslan gjøgnum bygt økið eitt strekkið á Strondum, har gjøgnumgangandi ferðslan kann vera til ampa fyri bygdina. Hesin vegur verður tó umbygdur í samband við verkætlanina, so hann verður ein fasadufríur vegur uttan íbindingar, lokala og gjøgnumgangandi ferðslan verða sostatt ikki til ampa fyri hvørja aðra. Vegurin verður hóskandi til hámarksferðina 80 km/t, og framkomuleikin verður tí ikki minni av at koyrt verður gjøgnum bygt øki. FYLGISKJAL 2 Viðvíkjandi avleiddu verkætlanini um tunnil millum Gøtudal/Kambsdal og Skálafjørðin vísa ferðsluframrokningar, at fleiri akfør vilja nýta Gøtudalstunnilin enn Kambsdalstunnilin. Við Gøtudalstunlinum minkar ferðslan um Gøtueiði og gjøgnum bygda øki við Gøtugjógv nógv (til uml. 800 akfør um samdøgrið), meðan ferðslan gjøgnum sama øki ikki minkaði heilt so nógv (til gott 1600 akfør um samdøgrið) um tunnilin er á Kambsdali. Tilsvarandi verður ferðslan gjøgnum tunlarnar 4000 fyri Kambsdalstunnilin og 4700 fyri Gøtudalstunnilin. Hetta bendir á, at fyri umhvørvi í Gøtugjógv og fyri ferðslutrygdina á øllum vegateininum Gøta – Gøtueiði er besta loysnin at leggja tunnilin millum Gøtudal og Skálafjørðin. Tunnilsmunnin á Kambsdali liggur rímiliga høgt, í kotu 120, og farast skal um Varmakeldueiðið, sum er í 127 m hædd. Til samanberingar kann nevnast, at Gøtueiði er í 135 m hædd. Loysnin við at gera tunnilin á Kambsdali verður tí ikki, eitt eins gott alternativ til farleiðina um Gøtueiði, sum Gøtudalstunnilin, har tunnilsmunnin liggur í kotu 55 í Gøtudali. Eitt strekkið á vegateininum gjøgnum Gøtudal millum uppskotini til tunlar er rættiliga brætt (upp til 90 ‰), um tunnilin verður lagdur í Gøtudali kann ferðslan úr Klaksvík/Leirvík/Gøtu sleppa undan hesi brekku (kort av hallinum á vegnum gjøgnum Gøtudal er í fylgiskjali 3). Samandráttur loysn 1. Sambart kostnyttukanningunum loysir verkætlanin seg sera væl, hóast íløgan er stór fæst nógv samfelagsnytta úr henni. Kostnyttukanningin vísir at avleidda verkætlanin við tunli Kambsdalstunnilin loysir seg best, men greiningar av avleiðingunum vísa, at Gøtudalstunnilin er eitt betri alternativ til farleiðina um Gøtueiði, við tað at tá skal ikki upp í hæddina, og farleiðin verður síða 46 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 ikki so nógv ávirka av veðrinum. Kannast má nærri hvør avleidd verkætlan eigur at vera vald, áðrenn endalig avgerð verður tikin. síða 47 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 2) Tunnil millum Suðurstreym og Strendur við tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir. Linjuføringin til fasta sambandi millum Suðurstreym og Strendur er í loysn 2 hin sama sum í loysn 1. Grundgevingarnar og greiningarnar til loysn 2 eru tí júst tær somu sum í loysn 1, og verða tí ikki viðgjørdar umaftur. Einasti munur millum loysn 1 og 2 er fasta sambandi um Skálafjørðin, í loysn 2 er uppskot um at gera tunnil undir Skálafjørðin. Ein undirsjóvartunnil av Strondum til Toftir er teknaður, og er 3,4 km til longdar. Av tí at so stutt er yvirum, og linjan skal eini 50 metrar niður um havbotnin, við í mesta lagi hallinum 70 ‰ er tunnilin langur í mun til frástøðuna tvørturum fjørðin. Hallið á tunlinum er upp móti 70 ‰ og tí má tunnilin gerast trýbreytaðum. Á Strondum skal vegateinurin (2 km) frá Eysturoyartunlinum gerast av nýggum ella dagførast, ein rundkoyring skal gerast, og vegur (500 m) til tunnilin undir Skálafjørðin skal gerast. Við Toftavatn skal vegur gerast (500 m) og knýtt verður í landsveg við eini rundkoyring. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Rakstur (mió kr/år) Tunnil Sund-Strendir 595 5,6 Tunnil u. Skálafjørðin 272 2,6 Vegir 86 1,2 Tilsamans 953 9,4 Avleidd verkætlan a) Kambsdalstunnil 171 mió kr. Avleidd verkætlan b) Gøtudalstunnil 171 mió kr. Kostnyttu útrokning. Avleidda verkætlanin, tunnil millum Skálafjørðin og Gøtudal ella Kambsdal, er roknað við í kostnyttu útrokningarnar, tí eru tvey úrslit fyri hvørja loysn: Loysn 2a: Tunnil Sund-Strendir + tunnil undir Skálafjørðin + a) Kambsdalstunnil: Nettonytta: 2229 mio kr Intern renta (IR): 12,7 % Loysn 2b: Tunnil Sund-Strendir + tunnil undir Skálafjørðin + b) Gøtudalstunnil: Nettonytta: 2157 mio kr Intern renta (IR): 12,5 % Verkætlanin gevur stóra nettonyttu sambart kostnyttu kanningini, serliga er tað sparda tíðin og stytta farleiðin, sum ávirka samlaða úrslitið. So hóast talan er um eina stóra íløgu, er samfelagsnyttan tilsvarandi nógv størri. Avleiddu verkætlanirnar eru tiknar við í kostnyttukanningina, og báðar eru eisini positivar, men sambart kostnyttu útrokningini hevur samlaða verkætlanin við Kambsdalstunlinum størri nyttu, ml.a. tí farleiðin styttist meira fyri ferðsluna til og frá Fuglafirði, meðan farleiðin í longd er umleið hin sama fyri ferðsluna til og frá Klaksvík. Kostnyttukanningin hevur tó heldur minni nyttu enn brúgvaloysnin (loysn 1), við tað at undirsjóartunnilin undir Skálafjørðin er heldur longri enn brúgvin, og sparda tíðin er minni, umframt at viðlíkahaldið av tunlinum er størri enn fyri brúnna. síða 48 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Lýsing av avleiðingum. Farleiðin millum Eysturoynna/Norðoyggjar og Suðurstreym styttist nógv í tíð og kilometrum við einum undirsjóartunli. Framkomuleikin verður betri, við at at farleiðin styttist, og hetta betrar munandi møguleikarnar m.a. at ferðast ímillum til arbeiðis. Ein tunnil undir Skálafjørðin ger at fjørðurin er opin fyri allari skipaferðslu, einasta avmarkingin er við hesi loysn dýpið og breiddin á fjørðinum. Farleiðin verður stytt í mun til núverandi farleið, og fast samband verður til bilferðslu millum báðar armarnar á Skálafjørðinum. Tunnilin er brattur (69 ‰) og hetta er orkukrevjandi, og darvar serliga tungu ferðsluna. Tunnilin ger at farleiðin um Skálafjørðin ikki verður ávirkað av veðrinum. Viðvíkjandi umhvørvinum, verður við hesi loysn gjørdur vegur og tunnil við Toftavatn, sum er eitt sera náttúruvakurt umráði. Avleiðingarnar viðvíkandi gjøgnumgangandi ferðslu og avleiddu verkætlanirnar eru tær somu sum fyri loysn 1 og eru lýstar har. Samandráttur loysn 2. Sambart kostnyttukanningunum loysir verkætlanin seg sera væl, hóast íløgan er stór fæst nógv samfelagsnytta úr henni. Kostnyttukanningin vísir at avleidda verkætlanin við einum Kambsdalstunli loysir seg best, men greiningar av avleiðingunum vísa, at ein Gøtudalstunnil er eitt betri alternativ til farleiðina um Gøtueiði. Kannast má nærri hvør av teimum avleiddu verkætlanunum eigur at vera gjørd. Við føstum sambandi undir Skálafjørðin við einum tunli er hendan farleið ikki nógv ávirkað av veðrinum. Umhvørvið við Toftavatn verður nakað ávirkað av ferðsluni á nýggju farleiðini síða 49 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Loysn 3) Tunnil millum Suðurstreym og Toftir/Runavík við brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir. Linjuføringin til fasta sambandi millum Suðurstreym og Suðureysturoy er sum víst á kortinum omanfyri. Bundið verður í landsvegin við Sund á Streymoynni og við Toftavatn á Eysturoynni. Íbindingin á Sundi er hin sama, sum í loysn 1, og sambart hesi linjuføringini millum Sund og Toftavatn er Eysturoyartunnilin 8,4 km. Íbindingin í Runavík/Toftum liggur við Toftavatn, og knýtt verður í verandi landsveg við eini rundkoyring. Jarðfrøðiligar kanningar benda á, at fyri at halda krøvini til hall í tunlum er neyðgt at tunnilin verður trýbreytaður. Verandi linjuføring hevur eitt hall heilt upp til 69 ‰. Tunnilin verður tí nakað dýrari, roknað er við einum miðalprísi uppá 80.000 kr/m. Í loysn 3 er uppskot um fast samband um Skálafjørðin við brúgv. Brúgvin er hin sama sum er lýst undir loysn 1), einasti munur er, at um Eysturoyartunnilin kemir upp við Toftavatn verður atkomuvegurin til brúnna bundin í rundkoyringina við Toftavatn. Tá skulu 2 rundkoyringar gerast ein millum Eysturoyartunnilin og atkomuvegin til brúnna, og ein har knýtt verður í verandi landsveg. Harumframt skulu 1700 m av vegi (á 12.000 kr/m) gerast millum Eysturoyartunnilin og brúnna. FYLGISKJAL 2 Við hesi linjuføring til Eysturoyartunnilin fer gjøgnumgangandi ferðslan at fara eftir eystara armi á Skálafjørðinum. Vegakervið her er stórt sæð allan vegin gjøgnum bygt økið, og kemir gjøgnumgangandi ferðslan afturat verandi ferðslu, er neyðugt at umleggja farleiðina fyri at tryggja framkomuleika og ferðslutrygd. Í hesum sambandi hevur verið arbeitt við at gera vegaføringar oman fyri bygdirnar Gøta, Søldafjørður og Glyvrar-Runavík. Hesir umfartsvegir eru tí avleiddar verkætlanir av linjuføringini har Eysturoyartunnil gongur av Sundi til Toftavatn. Talan er um uml. 11.100 metrar av vegi, frá Gøtudali til rundkoyringina við Toftavatn. Vegurin verður førdur oman fyri bygdina Gøtugjógv (3.800 m), við brúgv um sjálva gjónna (105 m), um Gøtueiði (eftir verandi vegi) til rundkoyringina á Skipaneskrossinum. Haðani verður nýggjur vegur gjørdur oman fyri Søldarfjørð og út í eina rundkoyring á Lambareiði. Longdin á hesum strekki er uml. 2.600 metrar. Um Lambareiði verða uml. 450 metrar av verandi landsvegi nýttir, haðani farið verður niðan um Glyvrar og Runavík. Strekkið oman fyri Glyvrar og Runavík er uml. 4.600 metrar. Metti kostnaðurin á umfartsvegunum er 191 mió kr. Á Strondum verður brúgvin knýtt í vegin við eini rundkoyring og 750 m av vegi. síða 50 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Rakstur (mió kr/år) Tunnil Sund-Toftavatn 672 6,3 Brúgv um Skálafjørðin 167 0,6 Vegir 76 1,1 Tilsamans 915 8,0 Avleidd verkætlan: Vegur um Gøtu, Søldafjørð og Glyvrar-Runavík 191 mió kr. Kostnyttu útrokning. Avleidda verkætlanin, umfartsvegur um Gøtu, Søldafjørð og Glyvrar-Runavík, er roknað við í kostnyttu útrokningarnar: Loysn 3: Tunnil Sund-Toftavatn + brúgv + umfartsvegur: Nettonytta: 2022 mio kr Intern renta (IR): 12,1 % Verkætlanin gevur stóra nettonyttu sambart kostnyttu kanningini, serliga er tað sparda tíðin og stytta farleiðin, sum ávirka samlaða úrslitið. So hóast talan er um eina stóra íløgu, er samfelagsnyttan tilsvarandi nógv størri. Avleidda verkætlanin er tikin við í kostnyttukanningina, og gevur somuleiðis nyttu við tíðarsparingum. Kostnyttukanningin hevur tó heldur minni nyttu enn undirsjóartunnil til Strendir (loysn 1 og 2), við tað at undirsjóartunnilin til Toftavatn er heldur longri, tí verður minni tíð og strekki verður spart, sammett við hina loysnina. Í mun til verandi farleið eru tó stór nytta í spardari tíð og koyrdum strekki. FYLGISKJAL 2 Lýsing av avleiðingum. Farleiðin millum Eysturoynna/Norðoyggjar og Suðurstreym styttist nógv í tíð og kilometrum við einum undirsjóartunli. Framkomuleikin verður betri, við at at farleiðin styttist, og hetta betrar munandi møguleikarnar ml.a. at ferðast ímillum til arbeiðis. Ein brúgv um Skálafjørðin verður mett at binda økini báðumegin fjørðin betri saman, umframt at farleiðin verður stytt (eisini í mun til ein tunnil undir Skálafjørðin). Brúgvin er ein jøvn farleið (uttan brekkur), og sostatt orkusparandi. Hædd er tikin fyri, at stór skip sleppa inn á fjørðin, tó ikki t.d. boripallar. Brúgvin verður tó meira ávirkað av veðrinum, serliga vindi, enn ein tunnil. Gjøgnumgangandi ferðslan fer við hesi loysn eftir eystara armi á Skálafjørðinum. Verandi vegakervið her er stórt sæð allan vegin gjøgnum bygt økið, men við avleiddu verkætlanin verður farleiðin uttanum bygt økið. Felags fyri bygdirnar, sum vegurin skal gerast um er, at bygt er langt niðan í hagan, umfartsvegurin má tí leggjast rættiliga ovarlaga, og verður í støðum brættur, men við hesum verður ferðslan leidd uttanum bygt øki og fer ikki at vera til ampa fyri lokalu ferðsluna. Umfartsvegurin verður ávirkaður av veðrinum við tað at hann liggur so ovarlaga og er í støðum brættur. Farleiðin verður eisini framvegis um Gøtueiði, sum somuleiðis er ávirkað av veðrinum, umframt at brekkur sum heild darva tungu ferðsluni. síða 51 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Umfartsvegurin um bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum fer at avlasta verandi vegakervið, við tað at nakað av lokalu ferðsluni kann nýta partar av umfartsvegunum. Viðvíkjandi umhvørvinum, verður við hesi loysn gjørdur vegur og tunnil við Toftavatn, sum er eitt sera náttúruvakurt umráði. Samandráttur loysn 3. Sambart kostnyttukanningunum loysir verkætlanin seg væl, hóast íløgan er stór fæst nógv samfelagsnytta úr henni. Avleidda verkætlanin við umfartsvegi um bygdu økini er alneyðug fyri at tryggja framkomuleika og ferðslutrygd á nýggju farleiðini. Umhvørvið við Toftavatn verður nógv ávirkað av ferðsluni á nýggju farleiðini. síða 52 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Loysn 4) Tunnil millum Suðurstreym og Toftir/Runavík við tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftavatn. Linjuføringin til fasta sambandi millum Suðurstreym og Skálafjørðin er í loysn 4 hin sama sum í loysn 3. Grundgevingarnar og greiningarnar til loysn 4 eru tí júst tær somu sum í loysn 3, og verða tí ikki viðgjørdar umaftur. Einasti munur millum loysn 3 og 4 er fasta sambandi um Skálafjørðin, í loysn 4 er uppskot um at gera tunnil undir Skálafjørðin. Ein undirsjóvartunnil av Strondum til Toftavatn er teknaður, og er 3,6 metrar til longdar. Av tí at so stutt er yvirum, og linjan skal eini 50 metrar niður um havbotnin, við í mesta lagi hallinum 70 ‰ er tunnilin langur í mun til frástøðuna tvørturum fjørðin. Hallið á tunlinum er upp móti 70 ‰ og tí má tunnilin gerast trýbreytaður. Bundið verður í landsvegin við Sund á Streymoynni og við Toftavatn á Eysturoynni verður knýtt í verandi landsveg við eini rundkoyring. Millum tunnilsmunnarnar við Toftavatn og íbindingina í landsvegin er ein vegur við eini rundkoyring planlagdur. Vegurin er ca. 1500 m íalt. Á Strondum verður bundið í verandi veg við eini rundkoyring, her er eisini neyðugt at gera eini 1000 m av vegi. Verkætlanin er mett at kosta: Íløga (mió kr) Rakstur (mió kr/år) Tunnil Sund-Toftavatn 672 6,3 Tunnil u. Skálafjørðin 288 2,7 Vegir 77 1,1 Tilsamans 1037 10,1 Avleidd verkætlan: Vegur um Gøtu, Søldafjørð og Glyvrar-Runavík 191 mió kr. Kostnyttu útrokning. Avleidda verkætlanin, umfartsvegur um Gøtu, Søldafjørð og Glyvrar-Runavík (er lýst í loysn 3), er roknað við í kostnyttu útrokningarnar: Loysn 4: Tunnil Sund-Toftavatn + tunnil undir Skálafjørðin + umfartsvegur: Nettonytta: 1860 mio kr Intern renta (IR): 11,0 % Verkætlanin gevur stóra nettonyttu sambart kostnyttu kanningini, serliga er tað sparda tíðin og stytta farleiðin, sum ávirka samlaða úrslitið. So hóast talan er um eina stóra íløgu, er samfelagsnyttan tilsvarandi nógv størri. Avleidda verkætlanin er tikin við í kostnyttukanningina, og gevur somuleiðis nyttu við tíðarsparingum. Kostnyttukanningin hevur tó heldur minni nyttu enn undirsjóartunnil til Strendir (loysn 1 og 2), við tað at undirsjóartunnilin til Toftavatn er heldur longri, tí verður minni tíð og strekki verður spart, sammett síða 53 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 við hina loysnina. Í mun til verandi farleið eru tó stór nytta í spardari tíð og koyrdum strekki. Somuleiðis er sambart kostnyttukanningini heldur minni nytta við tunlinum undir Skálafjørðin enn við brúgvaloysnin (loysn 3), við tað at undirsjóartunnilin undir Skálafjørðin er heldur longri enn brúgvin, og sparda tíðin er minni, umframt at viðlíkahaldið av tunlinum er størri enn fyri brúnna. Lýsing av avleiðingum. Farleiðin millum Eysturoynna/Norðoyggjar og Suðurstreym styttist nógv í tíð og kilometrum við einum undirsjóartunli. Framkomuleikin verður betri, við at farleiðin styttist, og hetta betrar munandi møguleikarnar m.a. at ferðast ímillum til arbeiðis. Viðvíkjandi umhvørvinum, verður við hesi loysn gjørdur vegur og tveir tunnilsmunnar við Toftavatn, sum er eitt sera náttúruvakurt umráði. Samandráttur loysn 4. Sambart kostnyttukanningunum loysir verkætlanin seg væl, hóast íløgan er stór fæst nógv samfelagsnytta úr henni. Avleidda verkætlanin við umfartsvegi um bygdu økini er alneyðug fyri at tryggja framkomuleika og ferðslutrygd á nýggju farleiðini. Umhvørvið við Toftavatn verður nógv ávirkað av ferðsluni á nýggju farleiðini. Ein tunnil undir Skálafjørðin ger at fjørðurin er opin fyri allari skipaferðslu, eisini sera stórum skipum, einasta avmarkingin er við hesi loysn dýpið og breiddin á fjørðinum. Farleiðin verður stytt í mun til núverandi farleið, og fast samband verður til bilferðslu millum báðar armarnar á Skálafjørðinum. Tunnilin er brattur (69 ‰) og hetta er orkukrevjandi, og darvar serliga tungu ferðsluna. Tunnilin ger at farleiðin um Skálafjørðin ikki verður ávirkað av veðrinum. Avleiðingarnar viðvíkandi gjøgnumgangandi ferðslu og avleiddu verkætlanini eru tær somu sum fyri loysn 3 og eru lýstar har. síða 54 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Samanbering Eysturoyartunnil Flytføri og framkomuleiki Betri møguleikar at ferðast ímillum (pendla) Minni hall á vegum / tunlum (færri brekkur) Vegur í láglendi Uttanum bygt økið Ferðslutrygd – spard óhapp Ferðslutryggleiki – at kenna seg tryggan Ampar í byggitíðini Umhvørvið – lítið óljóð Umhvørvið – minni CO2 og bensinforbrúk Umhvørvið –fagurfrøði og uppliving Minni ávirkan av veðrinum Stytt farleið Minni viðlíkahald Er samskipað við heildarætlan Betri møguleikar til vakstrarøki, framtíðarútlit Samfelagsnytta í mun til kostnað (mió kr) Íløgukostnaður (mió kr) (uttan avleiddar) Mett byggitíð Spard tíð (mio.kr) Spardir kilometrar (mio.kr) Spard óhapp (mio.kr) Loysn 1: Sund – Strendir + brúgv + tunnil Gøtudal/Kambsdal +++ +++ ++ 0 ++ + 0 +++ 0 ++ +++ -+++ +++ Loysn 2: Sund – Strendir + tunnil + tunnil Gøtudal/Kambsdal +++ +++ -++ 0 ++ + 0 + 0 +++ +++ -++ +++ Loysn 3: Sund – Toftavatn + brúgv + umfartsvegur Loysn 4: Sund – Toftavatn + tunnil + umfartsvegur +++ +++ --0 + + 0 0 ++ + +++ -0 ++ +++ +++ ---0 + + 0 0 + -++ +++ -0 ++ a)2367 b)2293 848 5 ár 1189/1179 1959/1910 585/569 a) 2229 b) 2157 953 5 ár 1184/1174 1950/1906 583/567 2022 915 5 ár 1154 1814 541 1860 1037 5 ár 1148 1803 539 síða 55 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Niðurstøða og val av loysn: Eysturoyartunnilin verður ein høvuðsfarleið í landinum, og fer at tryggja framkomuleikan og stytta um ferðatíðina á mest nýttu farleiðini. Umráðandi er, at hædd verður tikin fyri øllum hugsandi avleiðingum av hesi nýggju farleið, so mest hóskandi linjuføringar og loysnir vera valdar. viðvíkjandi Eysturoyartunlinum, sum lýst omanfyri, kann fastleggjast. Samanumtikið er hetta einasta verkætlanin í kanningin sum sambart kostnyttu útrokningunum loysir seg. Loysnin sum, sambært bæði kostnyttukanningini og greiningini av avleiðingunum, loysir seg best er loysn 1, at gera ein undirsjóvartunnil millum Sund og Strendir, at gera eina brúgv um Skálafjørðin. Um bert verður hugt at kostnyttukanningini, loysir Kambsdalstunnilin seg best av avleiddu verkætlanunum orsaka av, at her eru eitt sindur størri sparingar á tíð og koyrdum strekki. Ferðsluframrokningar vísa tó, at avleiðingarnar av Gøtudalstunlinum eru meira positivar enn tær av Kambsdalstunlinum, orsaka av at minni ferðsla fer um Gøtueiði og gjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, og meira ferðsla fer gjøgnum tunnilin. Mælt verður tí til, at gera neyvari kanningar av ferðslumynstrinum í samband við avleiddu verkætlanina, áðrenn endaliga verður fastlagt, hvør av loysnunum verður vald. Tá ferðslumynstrið er nærri kannað, og ein betri mynd er fingin av, hvaðani og hvaðar akførini um Gøtueiði fara, tá kunnu nærri samanberingar gerast av báðum avleiddu tunlunum. Hetta er tó ikki nøkur forðan fyri, at loysnin síða 56 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 Verkætlan Hvalba – Trongisvágur Loysn 1: Dagføring av og breiðkan av verandi Hvalbiartunli (1450m) og tunnilsvegum Loysn 2: Nýggjur Hvalbiartunnil (2120m) og nýggjur vegur í Hvalba Dalur – Húsavík Loysn 1: Fjallatrygging av verandi vegi (dagføring av verandi vegi) Loysn 2. Nýggjur Dalstunnil (3060) og nýggir vegir báðumegin Sandarlíð Loysn 1. Nýggur og dagførdur vegur, evt. nýggj linjuføring gjøgnum kneysan ovast á teininum Loysn 2. Nýggur og dagførdur vegur, tunnil (380 m) um mittasta teinin Sandoy – Streymoy Loysn 1: Undirsjóvartunnil millum Gomlurætt og Sand, ferja til Hest Loysn 2. Undirsjóvartunnil millum Gomlurætt og Skopun evt. við føstum sambandi í Hest Tjørnuvík – Haldarsvík Loysn 1. Fjallatrygging av verandi vegi (dagføring av verandi vegi) Loysn 2. Nýggjur Tjørnuvíkartunnil (1360) við vegum Norður um Fjall (Klaksvík – Norðdepli) Loysn 1. Tunnil (3060) frá Norðuri á Dal til Norðdepli, vegur báðumegin (+vegur um Klaksv.) Loysn 2. Tunnil (3000) til Árnafjarðar, vegur í bygdini, nýggjur Hvannasundstunnil (2120) Loysn 3. Nýggir tunlar, uml. sama stað sum núverandi, dagf. av vegunum (+vegur um Klaksv.) Eysturoy – Streymoy Loysn 1. Undirsjóvartunnil til Strendir + brúgv av Toftum á Strendir + tunnil Kambsdal Loysn 1. Undirsjóvartunnil til Strendir + brúgv av Toftum á Strendir + tunnil Gøtudal Loysn 2. Undirsjóvartunnil til Strendir + tunnil av Toftum á Strendir + tunnil Kambsdal Loysn 2. Undirsjóvartunnil til Strendir + tunnil av Toftum á Strendir + tunnil Gøtudal Loysn 3. Undirsjóvartunnil til Runavík + brúgv av Toftum á Strendir + umfartsveg Loysn 4. Undirsjóvartunnil til Runavík + tunnil av Toftum á Strendir + umfartsveg Íløga (mio kr) Nettonytte NNV (mio kr) IR (%) 145 155 -154 -150 N/A N/A 15 (39) 125 -22 (-50) -146 N/A N/A 31 40 -38 -51 N/A N/A 676 771/821/738 -384 -465/-523/-464 N/A N/A 9(31) 64 -10(-35) -75 N/A N/A 281 292 263 -386 -376 -286 N/A N/A N/A 1019 1019 1121 1121 1106 1228 2367 2293 2229 2157 2022 1880 13,9 13,7 12,7 12,5 12,1 11,0 síða 57 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 FYLGISKJAL 2 síða 58