Harðskapur í parlagi og nærsambondum 8. MARS 2011 VINNUMÁLARÁÐIÐ almannamálaRÁÐIÐ innlendismálaRÁÐIÐ HEILSUMÁLARÁÐIÐ Harðskapur í parlagi og nærsambondum Innihaldsyvirlit Formæli...................................................................................................................................................................................................... 2 Um heildarætlanina................................................................................................................................................................. 3 Eitt lív við ongum harðskapi er ein mannarættur................................................................................................................................................................. 4 Innihaldið í heildarætlanini........................................................................................................................................ 6 Átøkini í heildarætlanini: Kostnaðir og tíðarætlan ................................................................................................................................................. 7 Ítøkilig uppskot til heildarætlan......................................................................................................................... 8 At upplýsa og fyribyrgja harðskap.................................................................................................................. 9 Stuðul til harðskaparrakt............................................................................................................................................ 12 Átøk, ið venda sær til yrkisbólkar................................................................................................................. 16 Átøk, ið venda sær til teirra, ið fremja harðskap................................................................................................................................................................ 20 Tittul: Harðskapur í parlagi og nærsambondum Útgivið: 8. mars 2011 Útgevari: Vinnumálaráðið, Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Innlendismálaráðið Útgáva, 1. upplag, 300 eintøk Uppsetan: Sendistovan Málslig gjøgnumgongd: Sprotin Prent: Prenta Forsíðumynd: Sloyfa ímóti harðskapi í parlagi og nærsambondum (domestic violence) Talgild útgáva (PDF fíla) kann takast niður av heimasíðuni hjá avvarðandi ráðum Um tilfar í hesi frágreiðing verður endurgivið, skal vísast til útgávuna Uppgávur, sum myndugleikar og felagsskapir røkja í sambandi við harðskap í parlagi og nærsambondum................................................ 22 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Formæli Um heildarætlanina Vit vita, at harðskapur í parlagi og nærsambondum fer fram í Føroyum eins og aðrastaðni. Tílíkur harðskapur er eitt ­lutfalsliga ósjónligt lógarbrot, tí aloftast fer tað fram í loyn­ dum, innan veggja í heiminum. Hóast talan er um lógarbrot, er hetta eitt tabu, og tøgnin valdar um hetta evnið í Føroyum. Skulu vit loysa trupulleikan er ein fortreyt, at vit sum sam­ felag bróta tøgnina og fara at tosa um harðskap í parlagi og nærsambondum. Harðskapur í parlagi og nærsambondum er ikki avmarkaður til nakrar ávísar samfelagsbólkar, men kann koma fyri sama hvønn aldur, útbúgving, ættarslag, tjóð, átrúnað, seksualitet ella evni fólk hava. Avleiðingarnar eru tó ógvusligar fyri tey, sum eru fyri harðskapinum bæði likamliga, kensluliga, sálar­ liga, búskaparliga og sosialt. Harumframt eru kostnaðirnir fyri samfelagið ómetaliga høgir. Sum menniskju og sum samfelag kunnu vit als ikki liva við, at harðskapur er partur av lívinum hjá nøkrum borgarum í ­okkara landi. Hugburður okkara er greiður – vit vilja fyri­byrgja og steðga harðskapinum. Tøgnin skal verða brotin. 4 Okkum manglar hagtøl í Føroyum, sum kunnu lýsa trupul­ leikan, men nógv bendir á, at tað fyri tað mesta eru menn sum eru harðligir ímóti kvinnum og børnum – serliga tá ið talan er um likamligan harðskap. Tað eru tó ábendingar um, at kvinnur kunnu fremja harðskap ímóti makanum, serliga sálarligan harðskap, men eisini likamligan harðskap ímóti børnum. Tí vendir heildarætlanin sær til bæði kynini, annaðhvørt tey eru fyri harðskapi ella fremja harðskap. Harumframt vendir heildarætlanin sær til børn, ið eru fyri harðskapi ella vitni til harðskap við hús. Heildarætlanin fatar víða og fevnir um 18 átøk, sum eru æ ­ tlað at fyribyrgja og upplýsa um harðskap umframt at stuðla og viðgera fólk, ið eru fyri harðskapi. Eisini eru átøkini ætlað at geva yrkis­bólkum betri amboð at handfara harðskap og fáa í lag betri samstarv og mannagongdir bæði hjá myndug­leikum og ímillum myndugleikar. Harumframt fevnir ætlanin um viðgerðartilboð til teirra, sum eru harðlig. Talan er sostatt um meira enn bara at bøta um sjúkueyðkenni, men eisini at seta í verk átøk, har harð­skapurin tekur seg upp, nevniliga hjá tí sum fremur harðskap. Hetta er fyrsta heildarætlanin, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og steðga harðskapi. Heildarætlanin fevnir um fimm ár, og vilja vit seta sjøtul á eina tilgongd, sum hevur við sær broytingar og loysir trupulleikarnar. Henda yvirskip­ aða heildarætlanin vísir á ítøkilig átøk, sum skulu verða sett í verk. Hesi átøk skulu síðani útgreinast teir komandi mánaðir­ nar. Tað merkir, at átøkini í heildarætlanini skulu verða lýst gjøllari, og ein neyvari ætlan skal verða gjørd fyri, hvussu tey verða sett í verk. Í tilgongdini hava nógvir myndugleikar, felagsskapir og ein­ staklingar verið sera beinasamir at geva arbeiðsbólkinum og politiska fylgibólkinum ráð, fakligan kunnleika og upp­lýsingar. Tí vilja vit takka teimum fyri. Arbeiðið heldur fram, og tá fer arbeiðs­bólkurin framhaldandi at ráðføra seg við hesar. Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum Annika Olsen landsstýriskvinna í innlendismálum Rósa Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum Á fundi í Norðurlandahúsinum 25. november 2010 gjørdu allir politisku flokkarnir týðiliga greitt, at teir vildu gera og seta í verk eina heildarætlan til tess at byrgja fyri og steðga harðskapi, sum fer fram í parlagi og í nærsambondum. Ein ­arbeiðsbólkur hevur síðan nýggjár 2011 staðið fyri at gera heildarætlanina og skuldi ætlanin verða klár 8. mars 2011. Umframt sjálvan arbeiðsbólkin hevur ein politiskur fylgibólkur verið við í arbeiðnum. Henda heildarætlanin er ein byrjan og er partur av einari tilgongd, sum í fyrstu syftu skal vara í fimm ár – frá 2012 til og við 2016. Í 2016 verður ætlanin endurskoðað og við nøkrum royndum á baki skal ein nýggj heildarætlan verða gjørd og vera klár at seta í verk í 2017. Stutt tíð hevur verið at gera eina so umfatandi ætlan, og hevur arbeiðsbólkurin tí gjørt eina yvirskipaða heildarætlan til 8. mars 2011. Fyri at lýsa neyvari júst, hvussu átøkini í ­heildarætlanini skulu verða sett í verk, skal tann yvirskipaða heildarætlanin verða útgreinað millum 8. mars og 25. novem­ ber 2011. Johan Dahl, landsstýrismaður i vinnumálum Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum Aksel Johannesen, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum Nógv yrkisfólk koma í sínum arbeiði í samband við børn og vaksin, sum eru fyri harðskapi. Sum dømi kunnu verða nevnd løgreglufólk, læknar, sálarfrøðingar, heilsufrøðingar, náms­ frøðingar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar umframt starvsfólk á Kvinnuhúsinum og í Tú og Eg ráðgevingini. Arbeiðsbólkurin hevur leitað sær vegleiðing frá nógvum yrkisbólkum, og ­hevur hetta íkastið verið virðismikið grundarlag undir hesari heildar­ætlanini. Erika Anne Hayfield, Vinnumálaráðið Súsanna Nordendal, Almannamálaráðið Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, Innlendismálaráðið Símun Jóannesarson Hansen, Heilsumálaráðið Arbeiðsbólkurin hevur fingið vegleiðing frá myndugleikum aðrastaðni, sum hava royndir á økinum og fleiri hava sagt seg vilja koma til Føroya at veita vegleiðing, tá ið ítøkiligu átøkini skulu verða sett í verk. Í tilgongdini er støði eisini tikið í ­nógvum viðkomandi frágreiðingum og vísindaligum kanningum. Landsstýrisfólkini, sum hava sett arbeiðið í gongd, eru: Í arbeiðsbólkinum eru: Í politiska fylgibólkinum eru: Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna, Tjóðveldi Marjus Dam, løgtingsmaður, Sambandsflokkurin Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin Jenis av Rana, løgtingsmaður, Miðflokkurin Kitty May Ellefsen, ráðgevi, Fólkaflokkurin Kári á Rógvi, løgtingsmaður, Sjálvstýrisflokkurin John Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum 5 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Eitt lív við ongum harðskapi er ein mannarættur Øll menniskju hava rætt til eitt lív við ongum harðskapi. Tað er ólógligt at vera harðligur við børn1, og tað er ólógligt at vera harðligur við vaksin. Veruleikin er tó, at harðskapur móti maka og móti børnum fer fram í Føroyum. Harðskapur fer eisini fram í øllum samfelagsløgum og er ikki avmarkaður til ávísar bólkar. Kortini er tað sera torført at lýsa, hvussu um­fatandi trupulleikin er í okkara samfelag, tí eingin gran­ sking er og nærum eingi hagtøl eru. Tó vita vit, at tað fer fram – vit vita frá ymsum myndugleikum, eitt nú løgregluni, Gigni, Barna­verndartænastuni og dómsvaldinum og eisini frá felagsskapum sum Kvinnuhúsinum og Tú og Eg ráð­gevingini. Sambært samlaðu harðskapsmálunum hjá løg­ regluni2  í Føroyum, sum endaðu við ákæru ella dómi framgongur: ·· A  v teimum samlaðu 44 harðskapsmálunum í 2009, sum endaðu við ákæru ella dómi vóru 23% av hesum í par­ lagi ella nærsambondum. Av teimum 23% vóru fleiri av ákærunum mótvegis einum fyrrverandi maka. ·· A  v teimum samlaðu 56 harðskapsmálunum í 2008, sum endaðu við ákæru ella dómi vóru 11% av hesum í parlagi. Tey ákærdu vóru fimm menn og ein kvinna. ·· B  æði í 2008 og 2009 vóru ein triðing fleiri harðskapsmál, sum endaðu uttan ákæru av tí, at málið bleiv steðgað. Í nøkrum førum var hetta tí ákæra varð tikin aftur av tí órættaða. Børn, sum liva í húskjum við harðskapi – bæði tey, sum eru fyri harðskapi og tey, sum eru vitni til harðskap – kunnu hava nógv sálarlig árin, sum t.d., at tey hava lágt sjálvsvirði, eru ­óttafull, hava trupulleikar í vinaløgum, eru aggressiv, klára seg illa í skúla­num umframt fleiri langtíðar trupulleikar, so sum tunglyndi og trauma. Hvat er harðskapur? Harðskapur er ein gerð ella ein hóttan, sum kann gera seg inn á sjálvræðisrættin hjá einum persóni ella sum elvir til pínu, skaða ella ger viðkomandi bangnan – sama um tað eru børn ella vaksin. Harðskapur kann hava somu ávirkan á tey, sum eru vitni til harðskapin. Harðskapurin kann verða tilætlaður ella framdur í sinnisrørslu og fer út um samfelagsmørk, reglur og lógir.4 Harðskapur í parlagi og nærsambondum kostar eisini sam­ felagnum nógvan pening, bæði tí at tey, sum er fyri harðskapi, missa arbeiðsinntøku, og tí myndugleikar og felagskapir brúka nógva orku at viðgera harðskaparmál. Ein donsk kanning vísir, at harðskapur í parlagi og nærsambondum kostar danska sam­ felagnum ½ mia. kr. um árið3. Tá er lagt upp fyri skaðaviðgerð, løgregluviðgerð, tíð nýtt í rættarskipanini, kostnað at reka kreppu­miðstøðir, læknakostnað, kostnað í heilsuskipan a­ nnars og mistari arbeiðsinntøku. Leysliga umroknað til føroysk viður­ skifti er tað 5 mió. kr. um árið. Tá er hvørki kostnaður fyri at viðgera børn taldur við, ei heldur kostnaður, ið stendst av trupul­leikum hjá harðskaparraktum seinni í lívinum, so sum vánalig sálarlig heilsa. Harðskapur kann vera: Likamligur harðskapur: At verða sligin, bukað/ur, skumpað/ur, kastað/ur, ella har vápn ella onnur amboð eru brúkt. Sálarligur harðskapur: Tá ið ein sjálvur ella børnini eru hótt við harðskapi, rópt eftir, stýrd, avbyrgd frá øðrum menniskjum og áhaldandi niðrað og funnist at. Kynsligur harðskapur: At verða tvingaður at hava kynsligt samband ella vera við í kynsligum gerðum. Fíggarligur harðskapur: At missa møguleikan at nýta sín egna pening ella at hava pening til mat og annað grundleggjandi. Materiellur harðskapur: At verða fyri, at ognarlutir verða oyðilagdir. Aloftast er talan um eitt mynstur av valdsatburði, heldur enn einstakar hendingar. Tað merkir, at harðskapur í parlagi og nærsambondum kann vera ein samanseting av ymiskum atburði, ið ikki altíð er opinlýstur harðskapur ella beinleiðis lógarbrot. Harðskapur í parlagi og nærsambondum er ein trupulleiki, sum er ógvuliga torførur at basa, av tí at hann aloftast fer fram í loyndum – innan fyri teir fýra veggirnar í heiminum. Tí er eitt miðvíst mál við heildarætlanini, at samfelagið skal tosa um harðskap. Tey, sum eru fyri harðskapi, skulu verða stimbrað at siga frá, og tey, sum vita um harðskap, skulu vera við til at loysa trupulleikan. Verður eisini hugt at, hvussu mangar kvinnur gista á Kvinnu­ húsinum sammett við fólkatal, bendir alt á, at harðskapur í Føroyum er eins vanligur og aðrastaðni. Hvønn fevnir heildarætlanin um? Harðskapur í einum húski er ein sera álvarsamur trupul­ leiki hjá øllum pørtum. Hetta er galdandi fyri tann, ið er fyri harðskapi, tann, ið er fremur harðskap og børn í húsinum. Fólk, ið eru fyri harðskapi, kunnu fáa álvarsom likamlig og sálarlig árin, bæði her og nú og seinni í lívinum. Angist, lágt sjálvsvirði, tunglyndi, ilt við at sova eru bert nøkur eyðkenni, sum harðskaparrakt kunnu hava. 1 6  nordning nr. 228 fra 15. mars 2007 om ikraftræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær „Barnet har ret til omsorg og tryghed. Det skal behandles med respekt for A sin person og må ikke udsættes for legemlig afstraffelse eller anden krænkende handling.“ (§ 2, stk. 2) 2 Kelda: Løgreglan, februar 2011 3 Larsen, K. H., Kruse, M., Sørensen, J. Og Brønnum-Hansen, H. (2010) Voldens pris: Samfundsmæssige omkostninger ved vold mod kvinder, Statens institut for folkesundhed. s. 13. Harðskapur millum pør fer fram – eisini millum tey pør, sum ikki búgva saman og pør, sum eru farin frá hvør øðrum. Tí skal parlag verða fatað sum pør, ið eru gift ella ógift, búgva saman ella ikki og her eisini fyrrverandi parløg. Fyri børn, sum liva við harðskapi heima við hús kann tað hava álvarsligar sálarligar, sosialar og likamligar fylgjur. Tey eru tí eisini fevnd av heildarætlanini. 4 Grundað á greining hjá Voldsnetverket í Servicestyrelsen, http://www.servicestyrelsen.dk/bkfv, 10. februar 2011. 7 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Innihaldið í heildarætlanini Átøkini í heildarætlanini: Kostnaðir og tíðarætlan Nr. Átak Heildarætlanin er, sum heitið sigur – ein heild. Ætlanin fevnir bæði um upplýsing, fyribyrging, tiltøk til tann, ið raktur er av harðskapi og fyri tann, ið fremur harðskap, og tiltøk, ið venda sær til myndugleikar. Upplýsing og fyribyrging Upplýsing og fyribyrging er ein grundleggjandi partur av heildar­ætlanini. Inntriv so tíðliga sum til ber geva bestu úrslit at steðga harðskapi. Tí snýr fyribyrging seg eisini um at fáa børn at verða tilvitað um harðskap, og at tey skulu tora at siga frá, um tey eru fyri harðskapi. Hetta er ikki minst um­ ráðandi, um vit hava í huga, at tað er tíggju ferðir sannlíkari, at dreingir, sum hava verið fyri harðskapi, sjálvir verða harð­ ligir sum vaksnir5. Aðrar kanningar vísa tó eisini, at sannlíkt er, at gentur, sum eru fyri harðskapi verða harðligar sum vaksnar.6 Hetta økir tí um sannlíkindini fyri, at hesar kvinnur verða harðligar við síni børn. Eisini er vandi fyri, at børn, sum annnaðhvørt hava verið fyri harðskapi ella vitni til harðskap, góðtaka harðskap seinni í lívinum. Tí kann verða sagt, at harðskapur er innlærdur atburður. Fyribyrging og upplýsing eru eisini sera umráðandi, tá ið tað snýr seg um at bróta tøgnina, sum valdar um harðskap í ­samfelagnum. Tey, sum eru fyri harðskapi, skulu fáa styrki at siga frá og leita sær hjálp, og samfelagið sum heild skal verða við til at basa tílíkum harðskapi. Hjálp og stuðul til tann harðskaparrakta Umráðandi er, at tey, sum eru fyri harðskapi, fáa ta hjálp, teimum tørvar. Í heildarætlanini eru fleiri átøk, sum eru æt­ lað at hjálpa og stuðla harðskaparraktum (bæði børnum og vaksnum) her og nú, men eisini í framtíðini. Eisini eru átøk, sum eru ætlað, at hjálpa bólkum, sum eru serliga útsettir fyri harðskapi. harð­skapur við hús verið mettur at vera ein privatur trupul­ leiki. Eisini er vanligt, at tey, sum liva í harðskaparraktum heimum, hava eina skomm av hesum trupulleikum. Tað er tí serliga avbjóðandi hjá viðkomandi myndugleikum at basa trupulleikanum, tí bæði tann, ið er fyri harðskapi og sam­ felagið sum heild er tigandi. Afturat hesum er eingin samlað ætlan, sum knýtir teir nógvu myndug­leikarnar saman, sum koma í samband við vaksin og børn, sum eru fyri harðskapi. Tað er alneyðugt at myndugleikar samstarva, býta vitan síná­ millum og samskipa arbeiðið, tá ið harðskaparmál verða handfarin. Eisini er neyðugt, at yrkisbólkar hava vitan, so tey eru før fyri at varnast tekin um harðskap. Arbeiðsbólkurin hevur fingið nógvar afturmeldingar frá myndugleikum og felagsskapum í Føroyum í sambandi við heildarætlanina. Tey hava víst á, at yrkisbólkum tørvar størri vitan um harðskap og at duga at síggja tekin um harðskap . Harumframt hevur verið víst á, at tørvur er á at skipa samstarvið og manna­gongdirnar innanhýsis í myndugleikum og ímillum myndugleikar.   Tí greiðir heildarætlanin frá átøkum, sum hava atlit at myndug­ leikum. Viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap Ein fortreyt fyri at kunna steðga harðskapi, er at seta inn har harðskapurin byrjar – hjá tí ið fremur harðskap. Á donsku „Dialog mod Vold“, sum er eitt tilboð til teirra, sum fremja harðskap, siga tey frá, at 80% av teimum, sum hava verið í viðgerð, gevast at vera harðlig eftir einum ári. Tí greiðir heildar­ætlanin frá átøkum, sum hava atlit at harðskapar­ fremjara. Átøkini eru sett upp í talvuni á næstu síðu og síðani er greitt nærri frá átøkunum. Átøk, sum eru vend móti yrkisbólkum At harðskapur fer fram við hús hevur ofta við sær, at flest onnur einki vita um, at harðskapurin fer fram. Fólk aftra seg eisini at leggja seg út í hesi viðurskifti, tí søguliga sæð hevur 1. 2012 2013 2014 2015 2016 Tíðarætlan Upplýsandi átak, sum vendir sær til børn 80.000 25.000 25.000 Annaðhvørt ár 2. Frálærutilfar til fólkaskúlabrúk 35.000 2012 3. Upplýsandi átak, sum vendir sær til ung 70.000 4. Upplýsandi átak til almenningin 5. Upplýsandi tilfar at 60.000 10.000 veita útlendskum kvinnum 150.000 6. Tilboð um sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt 25.000 25.000 Annaðhvørt ár 30.000 2012 og 2014 2012 við møguligum dagføringum í 2015 60.000 60.000 60.000 60.000 60.000 Árlig veiting 7. Veiting til Kvinnuhúsið til 20.000 keyp av mati og neyðsynjarvørum 20.000 20.000 20.000 20.000 Árlig veiting 8. Veiting til Kvinnuhúsið til tulkingarskipan til kvinnur 30.000 30.000 30.000 30.000 Árlig veiting 9. Lóg um burturvísing úr heiminum, broyting í rættargangslógini um hjálparverju og broyting í føroysku útlendingalógini 30.000 Uppskot liðug 2013 10. Skipað viðgerðartilboð til børn 50.000 400.000 400.000 400.000 400.000 Førleikamenning í 2012 og síðani árlig veiting 11. Skipað netverk til persónar, 20.000 20.000 20.000 20.000 ið eru fyri harðskapi Fyrstu ferð 2013 og síðani árlig veiting 12. Vegleiðing til yrkisfólk um fráboðanar- & tagnarskylduni 2012. Verður gjørt saman við átak 13 13. Handbók til myndugleikar 60.000 10.000 2012 við møguligum og felagsskapir dagføringum í 2015 14. Samskipari 600.000 600.000 600.000 600.000 600.000 Setast í 2012 og fimm ár fram 15. Førleikamenning fyri yrkisbólkar 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 Byrja 2012 og gjørt stigvíst í fimm ár 16. Fastar mannagongdir Byrja í 2012 og fyri harðskaparmál liðugt í 2014 17. Viðgerðartilboð til teirra, 50.000 400.000 400.000 400.000 400.000 sum fremja harðskap Førleikamenning í 2012 og síðani árlig veiting 18. Samstarv við Kvinnuhúsið o.ø. Byrja 2013 og síðani árlig veiting Samlað 5 8 6 Halskov, T., Jørgensen, P. S. og Polakow, V. (2000) Tab af rettigheder: Sårbare enlige mødre og deres børn, København: Hans Reitzels Forlag. s. 226 Søndergaard, P. S. (2003) Seje Tøser – stakkels piger. Krogs forlag. 1.305.000 1.570.000 1.650.000 1.590.000 1.620.000 9 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum At upplýsa og fyribyrgja harðskap Ítøkilig uppskot til heildarætlan Í hesum partinum verður greitt frá ítøkiligum uppskotum til heildarætlanina. Tey eru býtt í: 1. Upplýsing og fyribyrging 2. Stuðul til harðskaparrakt 3. Átøk, sum venda sær til yrkisfólk 4. Átøk, sum venda sær til teirra, ið fremja harðskap Royndir siga okkum, at inntriv, gjørd so tíðliga sum møguligt, geva bestu úrslitini í arbeiðnum at steðga harðskapi.7 Tí er fyrbyrging og upplýsing ein grundleggjandi partur av ­hesari heildarætlan. Fyribyrging og upplýsing er serstakliga viðkomandi, hugsa vit um tey, sum eru í vanda fyri annaðhvørt at blíva harðlig ella at góðtaka harðskap. Sum áður umrøtt, er tað nevniliga tíggju ferðir sannlíkari, at dreingir, sum hava verið fyri harðskapi, sjálvir verða harðligir ímóti ­makanum seinni í lívinum8. Eisini er meira sannlíkt, at gentur, sum hava verið fyri harðskapi blíva harðligar sum vaksnar.9 Vandi er fyri, at børn, sum hava livað við harðskapi, seinni fyrigeva, góð­ taka og finna seg í harðskapi. Hetta byggir undir próvførsluna, at harðskapur er innlærdur heldur enn viðføddur atburður. Her er tí bæði talan um átøk til børn, ung og vaksin. Fyri­ byrging er eisini at broyta hugburð til harðskap í parlagi og nærsambondum soleiðis, at hvør borgari kennir tað, sum sína ábyrgd at loysa trupulleikan. Hugtakið “fyribyrging“ kann verða býtt í trý stig: ·· G  rundfyribyrging (primary prevention10) er at steðga harðskapi, áðrenn hann kemur fyri. ·· H  jáfyribyrging (secondary prevention11) er at varnast og steðga harðskapi so tíðliga sum møguligt. ·· Eftirfyribyrging (tertiery prevention12) er at fyribyrgja, at harðskapur, sum longu er framdur, endurtekur seg. Fyrsti partur av ítøkiligu uppskotunum til átøk (nr. 1–5) fevnir í høvuðsheitum um átøk á grund- og hjáfyribyrgingarstigi. Eftir­fyribyrging er gjøllari viðgjørt í átøkum nr. 6–18. Upplýsandi og fyribyrgjandi átøk, ið venda sær til børn Tað er sera umráðandi at børn í uppvøkstrinum fáa ta fatan, at eingin skal góðtaka harðskap, og at harðskapur er manna­ rættindabrot og lógarbrot. Børn skulu fáa tann greiða boðskap, at tey eiga at siga frá, um tey hava verið fyri harðskapi ella vita um harðskap, sum øðrum er fyri. Tað merkir, at børn fáa at vita, hvagar tey kunnu venda sær í slíkum førum, og tí skulu átøk ætlað børnum útvega slíkar upplýsingar. Ein týðandi liður í fyribyrgingararbeiðnum er at forða fyri, at børn vaksa til og sjálv verða harðlig ella góðtaka harðskap. Tí skulu børn, sum hava verið fyri slíkum ágangi, fáa stuðul og hjálp, so tey seinni í lívinum ikki verða partur av harðskapar­ trupulleikanum. Ein onnur orsøk til, at børn eru ein týðandi málbólkur í fyribyrgingararbeiðnum er, at børn stundum hava tætt tilknýti hvørt til annað og kunnu tey tá vera við til at siga frá og annars bróta tøgnina, sum valdar, tá ið tað snýr seg um harðskap. Fleiri eru mátarnir at røkka børnum í sambandi við upp­ lýsing og fyribyrging, tó hevur harðskapur so mikið ógvuslig nútíðar- og langtíðarárin á trivnað og heilsu hjá børnum, at mælt verður til, at tað eisini verður viðgjørt í skúlanum. Hjá børnum er ein tann mest týðandi málbólkurin tey, sum eru yngri enn 11 ár. Hetta tí at hugburðurin er lættari at broyta hjá teimum yngru børnunum.13 Átak 1. Upplýsandi átak við tilfari, kappingum og tiltøkum í skúlum ·· Endamálið er at gera børn og ung varug við harðskap og at útvega teimum upplýsingar og møguleikar at siga frá, um tey sjálvi ella onnur eru fyri harðskapi. ·· M  ettur kostnaður: kr. 80.000 í 2012 (kr. 25.000 í ávíkavist 2014 og 2016) ·· Ábyrgdari: Samskipari14, MMR, HMR og VMR15 ·· T íðarætlan: Verður framt í 2012 við tveimum minni átøkum í ávíkavist 2014 og 2016 Regeringen (2010) National strategi til bekæmpelse af vold i nære relationer, Ligestilling. s. 11 Halskov, T., Jørgensen, P. S. og Polakow, V. (2000) Tab af rettigheder: Sårbare enlige mødre og deres børn, København: Hans Reitzels Forlag. s. 226 9 Søndergaard, P. S. (2003) Seje Tøser – stakkels piger. Krogs forlag. 10 Appelt, B. og Kaselitz. V. (2000) Prevention of domestic violence against women, WAVE, Vienna. s. 5 11 Sama sum omanfyri 12 Sama sum omanfyri 13 Economic and social research council, Case study: Responding to domestic violence, http://www.esrc.ac.uk/ESRCInfoCentre/Images/CaseStudy_domesticviolence_tcm6-33831.pdf 14 Sí átak 14 um samskipara 15 Styttingar: MMR – Mentamálaráðið, HMR – Heilsumálaráðið, VMR – Vinnumálaráðið, IMR – Innlendismálaráðið, AMR – Almannamálaráðið 7 8 10 11 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Átak 2. Átak 3. Frálærutilfar gjørt um harðskap til fólkaskúlabrúk Upplýsandi átak við tilfari, kapping og tiltøkum. Her er m.a. ætlanin at skipa fyri einari kapping, har tey ungu sjálvi gera t.d. eina stuttsøgu, ein stuttfilm ella innsløg undir 1 min. at sýna í „Gevið Gætur“ um harðskap. Harumframt er ætlanin at samstarva við ung­dómshús og Tú og Eg ráðgevingina um hetta átakið. ·· Endamálið er, at evnið “harðskapur í parlagi og nærsambondum“ verður tikið við inn í frálæruna fyri at tryggja, at hetta týðandi evnið verður viðgjørt í øllum árgangum og ikki bara, tá ið serlig høvi eru. er neyðugt, at samfelagið torir at nema við harðskapartrupul­ leikan og tosa um hann. Vitan um, at onnur eru fyri harðskapi, skal heldur ikki verða tagdur burtur. At varðveita tøgnina er at góðtaka harðskapin. Átak 4. Upplýsandi átak til almenningin. Upplýsandi átak við 2–3 stuttfilmum (innsløg upp til 1 min.) at sýna í „Gevið Gætur“. Harumframt er ætlanin at samstarva við miðlar, fyri at seta sjóneykuna á harðskap í parlagi og í nærsambondum, gera PR arbeiði, faldara o.s.fr. ·· Mettur kostnaður: kr. 35.000 ·· Ábyrgdari: Samskipari, MMR, HMR og VMR ·· Tíðarætlan: Gerast liðugt í 2012 ·· Endamálið er at gera tey ungu varug við harðskap og at siga teimum, hvar tey kunnu leita sær hjálp, um tey hava verið fyri harðskapi frá unnustuni/unnustanum ella sjálv hava verið harðlig. ·· Endamálið kann verða býtt í tvey: 1. At broyta hugburð til harðskap í parlagi og nær­sambondum soleiðis, at fólk kenna ábyrgd, um tey vita um, at harðskapur fer fram. Í hesum viðfangi skal eisini verða upplýst um fráboðanarskylduna, sum er galdandi, tá ið børn eru í heiminum. Ætlanin er, at hetta átakið skal varpa ljós á harðskap í parlagi og nærsambondum sum ein trupulleika, og at fólk verða upplýst um harðskap og tosa um tað. ·· M  ettur kostnaður: kr. 70.000 í 2012 (kr. 25.000 í ávíkavist 2014 og 2016) Upplýsandi og fyribyrgjandi átøk, ið venda sær til ung Kanningar vísa, at ung eru ein bólkur, sum er fyri ágangi, serliga tá ið talan er um harðskap í parløgum millum ung (unnustu­harðskapur).16 17 Sannlíkt er, at tey góðtaka harðskap ella verða harðlig seinni í lívinum sjálv, um tað hevur verið partur av teirra lívi sum ung. Tað er tí umráðandi, at upp­ lýsandi átøk um harðskap venda sær til tey ungu soleiðis, at tey gerast før fyri at varnast harðskap – eisini tey fyrstu ­tekinini um harðskap og, um neyðugt, taka seg úr tílíkum par­ løgum. Upplýsing um harðskap kann eisini gera tað lættari hjá ungum at leita sær hjálp – bæði hjá teimum, sum hava verið fyri harðskapi, og teimum, sum hava framt harðskap. ·· Á  byrgdari: Samskipari, VMR og MMR í samstarvi við kommunur ·· T íðarætlan: Fremjast í 2012 við tveimum minni átøkum í ávíkavist 2014 og 2016 2. At tey, sum eru fyri harðskapi, viðurkenna ella fata, at eingin skal góðtaka ella liva við harðskapi. At samfelagið tosar um harðskap, gevur vónandi harð­ skaparraktum styrki til at siga frá, søkja sær hjálp og, um neyðugt, koma burtur úr harðligum parløgum. Upplýsandi og fyribyrgjandi átøk, ið venda sær til samfelagið sum heild og tey, sum liva við harðskapi Ein týðandi liður í fyribyrgingini er, at tey, sum liva í harðligum parløgum, bróta tøgnina og tora at søkja sær hjálp. Harðskapur í parlagi og nærsambondum eigur ikki at vera eitt tabu, og tí ·· M  ettur kostnaður: kr. 150.000 í 2012 (kr. 30.000 í 2014) ·· Ábyrgdari: Samskipari og VMR útlendskar kvinnur í einari serliga viðkvæmari støðu, um tær eru fyri harðskapi í parlagi. Tá ið útlendskar kvinnur fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, eru kommunurnar fyrsti (og møguliga einasti) myndugleikin, sum við vissu veit um kvinnurnar, t.e. tá tær skráseta seg í kom­ mununi. Kvinnuhúsið hevur víst á, at fleiri av hesum kvinnum als ikki vita, hvørji rættindi tær hava, og hvørjar myndug­ leikar tær kunnu seta seg í samband við, um tær eru fyri harðskapi. Harumframt kunnu útlendskar kvinnur uppliva, at makin hóttir tær við, at tær verða sendar av landinum, um tær boða nøkrum frá harðskapinum. Tí verður mett, at tað hevur avgerandi týdning, at hesar kvinnur fáa upplýsingar um síni rættindi og um føroyska samfelagsbygnaðin sum heild, soleiðis at tær vita, hvagar tær skulu venda sær við ymiskum viðurskiftum. Átak 5. Upplýsandi tilfar á nøkrum høvuðs­málum at handa útlendskum kvinnum, tá ið tær skráseta seg í kommununi. ·· Endamálið er, at kvinnurnar fáa vitan um síni rættindi og vita, hvagar tær kunnu venda sær, um teimum tørvar hjálp, m.a. tá ið tær hava verið fyri harðskapi. ·· M  ettur kostnaður: kr. 60.000 í 2012 (kr. 10.000 í 2015) ·· Á  byrgdari: IMR í samstarvi við kommunur og aðrar myndugleikar ·· T íðarætlan: Tilfar verður gjørt í 2012 og møguligt er at dagføra í uppafturprenti í 2015 ·· T íðarætlan: Fremjast í 2012 við einum minni átaki í 2014 Upplýsandi og fyribyrgjandi átak, ið vendir sær til útlendskar kvinnur, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum „Eg græt – føldi einki, bara pínu“ 6 ára gomul genta, sum greiðir frá, hvussu tað kendist, tá ið harðskapur fór fram heima Kelda: Domestic Violence Center, Cleveland, http://www.domesticviolencecenter.org Helweg-Larsen, K. Og Kruse, M. (2004) Mænds vold mod kvinder: Omfang, karakter og indsats mod vold, Det nationale voldsobservatorium i kvinderådet. s. 7 Women’s aid, domestic violence: Frequently asked questions factsheet 2009, http://www.womensaid.org.uk/domestic_violence_topic.asp?section=0001000100220041§ionTitle =Domestic+violence+%28general%29, 15. januar, 201 Vegleiðandi tøl frá Kvinnuhúsinum vísa, at lutfalsliga nóg­ var útlendskar kvinnur hava gist á Kvinnuhúsinum. T.d. kann nevnast, at frá 2005 – 2007 vóru øll árini 22–24% av teimum kvinnum, sum gistu á Kvinnuhúsinum, útlendskar kvinnur úr fjarskotnum londum18. Ikki er heilt greitt, hví so er, men tað kann hugsast, at hesar kvinnur ikki hava eina sosiala trygdar­ skipan, eins og føroyskar kvinnur vanliga hava. Sum heild eru 16 17 12 18 Kvinnuhúsið (2011), Framløga um virksemið hjá Kvinnuhúsinum, 21. januar 2011. 13 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Stuðul til harðskaparrakt Í hesum partinum av ítøkiligu átøkunum til heildarætlan er sjóneykan sett á tey, sum hava verið fyri harðskapi. Her er tí bæði talan um beinleiðis viðgerð og stuðul til tann, ið er fyri harðskapi, umframt eftirfyribyrging, sum fevnir um átøk, sum hava til endamáls at fyribyrgja, at harðskapur, sum er farin fram, endurtekur seg. Hóast nærum eingi hagtøl eru fyri, hvussu vanligur harð­ skapur í parlagi og nærsambondum er í Føroyum, er eingin ivi um, at harðskapur kemur fyri. Hetta boða m.a. løgreglan, Kvinnuhúsið, Barnaverndarstovan, Gigni og aðrir myndug­ leikar/felagsskapir frá. Tað er tí sera umráðandi, at tey, sum eru fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum – eisini tey børn, sum búgva undir slíkum viðurskiftum – fáa tann stuðul og ta viðgerð, teimum tørvar. Fáa tey ikki tað, kunnu avleiðin­ garnar vera ógvusligar og vísa seg bæði við likamligum og sálarligum árinum umframt, at lívsgóðskan verður vánalig. Átøk at veita bráðfeingis stuðul til harðskaparrakt Nógvar kvinnur og børn teirra, sum leita sær til Kvinnuhúsið, hava livað við harðskapi í áravís og eru bangnar um tryg­ dina hjá sær og hjá børnunum. Kvinnuhúsið er tí ein flýggjan – ein seinasta loysn – fyri at fáa eitt friðskjól. Tær kvinnur, sum leita sær til Kvinnuhúsið, eru ofta illa fyri bæði likamliga og sálarliga. Tí eru nógvar (og børn teirra) í teirri støðu, at teimum tørvar sálarfrøðiliga viðgerð. Í verandi skipan kunnu persónar, ið hava verið fyri harðskapi ella neyðtøku,19 fáa ískoyti til sálarfrøðiviðgerð. Henda viðgerðin er ikki ókeypis, men Heilsutrygd rindar 40% av viðtalukostnaði­ num. Undir barnaverndarskipanini ber tó eisini til at fáa sálar­ frøðiviðgerð til foreldur og børn, men tað er bara viðgerðar­ tilboð til teirra, sum hava børn. Fleiri av teimum, sum rýma frá maka orsakað av harðskapi, kunnu vera illa fyri fíggjarliga og/ ella hava ikki tamarhald á fíggjarstøðuni. Tí verður mælt til, at tað almenna rindar fyri upp til fimm viðtalur hjá sálarfrøðingini fyri at hjálpa teimum at koma fyri seg aftur. Tað kunnu sjálvs­ agt vera onnur enn tær kvinnur, sum koma á Kvinnu­húsið, sum eru rýmd úr harðligum parlagi, men sum vegna aðrar umstøður búgva aðrastaðni, til dømis um tey búgva uttan fyri ­høvuðsstaðarøkið og vilja sleppa undan at taka børn úr nærumhvørvinum og/ella hava møguleika at búgva aðrastaðni. 14 19 Kunngerð nr. 10 frá 11. februar 2000 um ískoyti til sálarviðgerð fyri serliga útsettar bólkar Tí eiga hesi eisini at fáa somu ókeypis sálarfrøðiligu viðgerð ígjøgnum til dømis kommunulækna. Fleiri av kvinnunum, sum koma á Kvinnuhúsið, koma við ongum pengum (til dømis tí maðurin hevur stýrt øllum fíggjarviður­ skiftunum, og tær tí ikki sleppa framat peningi) og bara við nøkrum fáum lutum til sín og til børnini. Á Kvinnuhúsinum sku­ lu kvinnurnar sjálvar keypa mat og rinda fyri uppihald. Í teimum førunum, tá ið tær ongan pening hava, ringja starvsfólkini í Kvinnuhúsinum til vælgerandi felagsskapir og biðja um hjálp. Í summum førum er talan um, at kvinnurnar og børn teirra liva av mati, sum er vorðin ov gamal og sum er burturkast frá mat­ vøruhandlum. Almannastovan hevur ta mannagongd, at hon veitir kvinnum, sum koma á Kvinnuhúsið, fíggjarliga hjálp, um tær ikki sleppa fram at pening. Í roynd og veru eru tó nakrar kvinnur, sum hava tørv á einari bráðfeingis fíggjarligari loysn til ein almannaveiting kann taka við. Tí verður her mælt til, at Kvinnuhúsið fær eina árliga játtan, sum er eyðmerkt til at keypa mat og aðrar neyðsynjarvørur til tær kvinnur, sum koma uttan pening og til ein almannaveiting tekur við. Tá ið kvinnur úr fjarskotnum londum gista á Kvinnuhúsinum, er tað stundum trupult hjá teimum at samskifta, tí málsligu før­ leikar teirra kunnu vera avmarkaðir. Tá ið tær frammanundan eru í kreppu, kann tað verða steinur oman á byrðu, at tær hava trupulleikar at samskifta við starvsfólk, sálarfrøðingi og myndug­leikar. Mælt verður til, at hesar kvinnur hava atgongd til tulkingarskipan. Átak 7. Veiting til Kvinnuhúsið til at keypa mat og neyðsynjarvørur til kvinnur og børn teirra. ·· Endamálið er, at Kvinnuhúsið skal hava møgu­leika at keypa mat og neyðsynjarvørur til teirra, sum koma til kreppumiðstøðina og ongan pening hava. ·· Mettur kostnaður: kr. 20.000 árliga ·· Ábyrgdari: AMR ·· Tíðarætlan: Árlig veiting, fyrstu ferð í 2012 Átak 8. Veiting til Kvinnuhúsið til tulkingarskipan til útlendskar kvinnur. ·· Endamálið er, at kvinnur og børn teirra skulu hava møguleika at samskifta, tá ið tað snýr seg um t.d. at seta seg inn í síni rættindi, føroysk viðurskifti og fáa sálarfrøðiliga hjálp. ·· Mettur kostnaður: kr. 30.000 árliga ·· Ábyrgdari: IMR og AMR ·· Tíðarætlan: Árlig veiting, fyrstu ferð í 2012 Átak 6. Tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt, sum koma á kreppu­miðstøð (Kvinnuhúsið) ella, sum eru rýmd undan maka vegna harðskap. ·· Endamálið er at veita harðskaparraktum sálarfrøðiliga hjálp (upp til fimm viðtalur), fyri at tey kunnu klára at koma fyri seg aftur. ·· Mettur kostnaður: kr. 60.000 árliga ·· Ábyrgdari: AMR og HMR ·· Tíðarætlan: Árlig veiting, fyrstu ferð í 2012 At rýma til kreppumiðstøð hevur við sær, at tað er tann harðskaparrakti, sum sjálv/ur flytur saman við børnunum úr heiminum. Hetta kann eisini hava ta avleiðing, at børn mugu flyta stovn/skúla eitt skifti. At liva í einum harðskapar­raktum húski ber við sær ótryggleika, og tá ið hugsað verður um ­veiku sálarstøðuna hjá hesi familjuni, er tað sera óheppið, at tað eru tey, sum hava verið fyri órætti, sum skulu flyta úr ­heiminum. Hetta hava fleiri myndugleikar, eitt nú løgreglan, víst á eigur at broytast. Tí verður mælt til, at geva løgregluni og dómsvaldinum heimild til at noyða harðskaparfremjara úr heiminum eitt skifti. Hetta kann verða ásett við lóg. Dømi um, at tílíkar skipanir kunnu virka, eru m.a. í Stóra Bretlandi og Danmark. Aðrastaðni hevur eisini verið víst á, at umframt høvuðsendamálið við lóggávuni, sum er at noyða harðskapar­ fremjara úr heiminum, kann lógin eisini virka fyribyrgjandi. Ein annar trupulleiki er støðan hjá tí harðskaparrakta undir ­einum sakarmáli og í sambandi við, at revsimál verður kannað. Sambært § 741a í rættargangslógini kann persónur, sum hevur verið fyri neyðtøku, fáa ein hjálparverja (bistandsadvokat), ið skal røkja áhugamálini hjá viðkomandi í sambandi við revsi­ málið. Danska rættargangslógin heimilar at veita teimum, sum hava verið fyri harðskapi, ein hjálparverja. Arbeiðsbólkurin mælir tí til at broyta § 741a í føroysku rættargangslógini samsvarandi donsku ásetingunum. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til at broyta føroysku útlendinga­ lógina samsvarandi ásetingunum í donsku útlendingalógini soleiðis, at útlendingur, ið skal sam­einast við maka í Føroyum, kann fáa noktað uppihalds­loyvi, um makin í Føroyum – tíggju „Nú kann eg sova trygt fyri fyrstu ferð í áravís. Eg trúði veruliga, at tað var best fyri børnini at verða verandi saman við manninum, men nú síggi eg, hvussu nógv tað hevur gingið út yvir børnini“ Kvinna, sum hevur gist á Kvinnuhúsinum 15 Harðskapur í parlagi og nærsambondum undanfarnu árini – hevur fingið treytaðan ella treytaleysan frælsisdóm fyri brot á revsilógina, t.d. vegna harðskap, van­ røkt ella tvingsil móti fyrrverandi maka ella hjúnafelaga. Átak 9. Tilmæli til lógarheimildir: 1. Veita heimild at vísa honum, sum fremur harðskap, burtur frá heiminum (og øðrum nevndum støðum) eitt ávíst skifti. 2. Lógarheimild, sum ger tað møguligt hjá teimum, ið hava verið fyri harðskapi at fáa hjálparverja í einum harðskapsarmáli, sum tað almenna rindar. Árin av harðskapi kunnu røkka langt inn í framtíðina og eru ikki avmarkað til trupulleikar her og nú. Tí er neyðugt at veita stuðul eftir, at fyrsti hóttandi vandin er av. Hetta umræður serliga børn tá hugsa verður um teirra sálarligu og likam­ ligu heilsu. Áður hevur verið umrøtt, at tað er sannlíkari, at børn, sum eru fyri harðskapi, seinni sjálv verða harðlig, og at tey nógv lættari góðtaka harðskap. Tí hevur tað týdning, at børn fáa stuðul og rætta viðgerð í sambandi við at fyribyrgja harðskap. Børn, sum hava verið fyri harðskapi, kunnu hava árin, sum víst niðanfyri20: ·· A  tferðartrupulleikar og sosialar/kensluligar trupulleikar (t.d. hava lágt sjálvsvirði, eru óttafull, hava ilt við at fáa vinir, eru tunglynd og aggressiv) ·· Endamálið við fyrstu lógarheimildini er at skapa frið eina tíð hjá tí harðskapsrakta til at taka støðu til framtíðina. Tílík heimild kann forða fyri, at børn verða flutt úr egnum umhvørvi til annað stað. ·· K  ognitivar og áskoðanartrupulleikar (t.d. skerdir kogni­ tivir førleikar, klára seg illa í skúlanum, duga illa at loysa avbjóð­ingar, góðtaka harðskap) ·· Endamálið við næstu lógarheimildini er at veita tí harðskaparrakta neyðuga rættarhjálp. ·· L angtíðar trupulleikar (t.d. lutfalsliga nógv hava tunglyndi og trauma sum vaksin, tola harðskap í parlagi og nær­ sambondum) ·· M  ettur kostnaður: Eingin kostnaður at seta átøkini í verk, men møguligir kostnaðir eru fyri:  Uppskot 1. Um nøkur skylda at endurhýsa harðskaparfremjara verður sett inn í lógina Uppskot 2. Ein hjálparverji hevur við sær rakstarkostnaðir fyri rættarskipanina ·· Ábyrgdari: IMR ·· T íðarætlan: Arbeiðið byrjar í 2012 og verður lagt fyri Løgtingið í 2013 20 Langtíðar átøk at stuðla tey, sum eru harðskaparrakt 3. Lógarheimild, ið kann sýta uppihaldsloyvi til útlending, um makin í Føroyum er dømdur treytaða ella treyta­ leysa frælsistøku fyri ávís revsirættarlig misbrot móti fyrrverandi maka ella hjúnafelaga. ·· Endamálið við seinastu lógarheimildini er at verja útlendingar móti harðskapi og aðrari mannminkandi viðferð. 16 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Í málum við harðskapi í familjum metir Barnaverndar­ tænastan í hvørjum eintøkum føri um, hvussu barnið/familjan ­hóskandi kann fáa viðgerð ella stuðul. Tílíkar loysnir fevna ofta yvir styttri tíðarskeið, sum t.d. 10 viðtalur hjá sálar­ frøðingi. Barna­verndarstovan hevur víst á, at í fleiri førum er verandi tilboð ikki nøktandi og tí er umráðandi at seta í verk eitt ­skipað langtíðartilboð til børn. Tað er týðandi, at børnini ikki verða slept av skipanini eftir at hava fingið hesa fyrstu viðgerð tí tey hava mangan tørv á framhaldandi hjálp og koma eisini ofta aftur til eina trupla støðu við hús. Mælt verður tí til, at børnini fáa eitt skipað viðgerðar- og stuðuls­ tilboð, sum tekur við eftir, at tann fyrsta viðgerðin er veitt. Tílíkt tilboð kann t.d. fata um familjusamrøður, samstarv ­millum skúla, barna­vernd og onnur, einstaklingssamrøður og/ ella bólkasamrøður við børnum. Child welfare information gateway (2009) Children’s exposure to domestic violence, http://www.childwelfare.gov/pubs/factsheets/domestic_violence/impact.cfm., 25. januar 2011 Fyri tey vaksnu, sum hava verið fyri harðskapi, kann tað vera til hjálpar at tosa við onnur, sum hava verið/eru í líknandi støðu, serliga tá ið talan er um eitt so viðkvæmt og tabuserað evnið, sum harðskapur í parlagi og nærsambondum er. Tí verður mælt til, at eitt tilboð um stuðulsbólkar fyri harðskaparrakt fæst at rigga. Kvinnuhúsið hevur áður roynt hetta við góðum úrslitum, men vantandi fíggjarlig orka hevur havt við sær, at hetta tilboð hevur verið heldur óskipað og óstøðugt. Átak 10. Skipað viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi ella verið vitni til tað. ·· Endamálið er, at børnini fóta sær, og at langtíðarárini av harðskapinum, verða avmarkað. ·· M  ettur kostnaður: kr. 50.000 í 2012 og síðani kr. 400.000 árliga ·· Ábyrgdari: HMR og AMR ·· T íðarætlan: 2012 førleikamenning og klárt at seta í verk í 2013 Átak 11. Fáa í lag eitt skipað netverk til teirra, ið hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum. Ætlanin er, at ein sálarfrøðingur kann standa fyri á leið tíggju fundum um árið. ·· Endamálið er, at vaksin, sum hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum, fóta sær, og at langtíðarárinini av at hava verið fyri harðskapi, verða avmarkað ·· Mettur kostnaður: kr. 20.000 árliga frá 2013 ·· Ábyrgdari: Samskipari og HMR ·· Tíðarætlan: Fyrsta netverk 2013 17 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Átøk, ið venda sær til yrkisbólkar Tá ið harðskapur skal verða fyribyrgdur og steðgaður, eru yrkisfólk í einari lyklastøðu. Við neyvari vitan, samstarvi og skipanum eiga tey stóran part í heildarætlanini. Tá ið harðskaparmál koma í ljósmála, eru nógvir myndugleikar og felagskapir, sum koma ella kunnu koma í samband við bæði tann harðskaprakta og harðskaparfremjaran. Nøkur teirra eru løgregla, sjúkrahús, læknar, kreppumiðstøð, barnaverndar­ tænasta, almannastova, dómstólar, heilsufrøðingar o.s.fr. Virksemið hjá myndugleikum og felagsskapum og ábyrgdar­ økjum teirra í mun til harðskap, er neyvari lýst aftast í heildar­ ætlanini (fylgiskjal 1). Yrkisbólkar halda, at vitan, samstarv og samskifti millum yrkis­bólkar ikki virka nóg væl. Yrkisfólk vita ikki altíð, hvørji ábyrgdarøkini hjá øðrum yrkisbólkum eru, hvønn tey skulu venda sær til, og hvussu tey skulu fá gagn av kunnleikanum hvør hjá øðrum. Hetta er grundað á útsagnir hjá yrkis­fólkum og umboðum fyri brúkarar (t.d. Kvinnuhúsið). Tað er tí eyðsæð, at tey, sum hava verið fyri harðskapi – og sum frammanundan kunnu vera illa fyri, kenna skomm og hava trupult við at taka stig til at søkja sær hjálp, – kunnu hava torført við at fáa røttu hjálpina frá almennu skipanini. Neyðugt er tí við átøkum, ið venda sær til myndugleikar og felagsskapir, so tey eiga røttu amboðini at handfara tílík mál. Tagnarskyldan og fráboðanarskyldan Harðskapur í parlagi og nærsambondum er eitt ógvuliga eymt mál hjá teimum, ið hava kent sviðan av tí. Tað kemur tí ofta fyri, at tann harðskaparrakti ikki boðar frá ella viðgongur at hava verið fyri harðskapi. Sostatt kann tað vera trupult hjá yrkisfólki, sum beinleiðis ella óbeinleiðis koma í samband við harðskaparrakt, at staðfesta, um harðskapur er farin fram. Umframt hesa avbjóðingina hava yrkisfólk lógarásetta tagnar­skyldu – men tey hava eisini fráboðanarskyldu, tá ið um børn ræður (§ 14 í barnaverndarlógini). Henda fráboðanar­ skyldan gongur fram um tagnarskylduna. Tað tykist tó vera ógreitt hjá summum yrkisbólkum júst nær, og hvussu tey skulu boða frá. Privatpersónar hava eisini fráboðanarskyldu, tá ið um børn ræður, og ætlanin er tí eisini at kunna um tað við fyribyrgjandi og upplýsandi átøkum, sum verða framd í hesari heildarætlan. Myndugleikar hava víst á, at tað kann vera trupult at sam­ starva við aðrar myndugleikar og fylgja málum orsakað av tagnarskylduni. Tí er neyðugt við vegleiðingum um, hvussu myndugleikar eru bundnir av tagnarskylduni, og hvussu og nær myndugleikar kunnu lata øðrum myndugleikum upplýs­ ingar. Tílík vegleiðing fevnir um fráboðan og samstarv við tann, sum upplýsingarnar viðvíkja. Fráboðanarskyldan hevur týdning, tí myndugleikar, sum k­ enna trupulleikan kunnu taka stig til, at steðga harð­skapinum. Tað er eisini hugsandi, at ikki øll tey mál, sum eiga at verða fráboðað, verða fráboðað. Tað er neyðugt, at yrkisfólk kenna sína skyldu og rættindi og tí verður mælt til, at ein greið veg­ leiðing verður gjørd til yrkisfólk, so tey vita, hvat tey skulu gera í hvørjum einstøkum føri. Átak 12. Skriva vegleiðing til yrkisfólk, sum hava beinleiðis og óbeinleiðis samband við harðskap, um fráboðanarskylduna og tagnarskylduna. Starvsfólk, sum umrøður eina nýggja samstarvsskipan í Wales millum myndugleikar í samband við harðskap heima við hús. Kelda: Robinson, A. L. (2006) „Reducing repeat victimization among high-risk victims of domestic violence“, Violence against women, 12 (8), s. 775 18 Átak 13. Gera handbók (prentað og teldutøk) til myndugleikar og felagsskapir, har ábyrgdar­ býti, lógarøki og arbeiðs­uppgávur og annað viðkomandi hjá ymsu fakbólkunum, eru greitt skipað. ·· Endamálið er, at yrkisfólk kenna sínar skyldur til lítar, og at viðkomandi mál verða fráboðað. ·· Endamálið er, at myndugleikar og felagsskapir lættliga hava yvirlit yvir, hvørjir viðkomandi partarnir eru, sum koma í samband við harðskapar­mál í parlagi og nærsambondum. ·· M  ettur kostnaður: Eingin kostnaður (verður gjørt saman við átak 13) ·· M  ettur kostnaður: kr. 60.000 í 2012 (kr. 10.000 í 2015) ·· Ábyrgdari: Samskipari, AMR, HMR og MMR ·· Ábyrgdari: Samskipari, AMR og HMR ·· Tíðarætlan: 2012 ·· Tíðarætlan: 2012 við møguligum dagføringum í 2015 Átak 14. Samskipan og samstarv millum yrkisbólkar „Nýggju mannagongdirnar hava havt við sær, at vit arbeiða nógv betur saman. Vit arbeiða við sama endamáli. Mannagongdirnar gera, at harðskapur fær tað ansni, hann hevur uppiborið og árinini av harðskapi á børn verða viðurkend.“ um heildarætlanin er sett í verk og røkkur málinum. Tí verður mælt til, at peningur verður játtaður til eitt tíðaravmarkað starvsfólk, sum skal samstarva við Fólkaheilsuráðið og verða knýtt at tí. Myndugleikar og felagsskapir vita ikki nóg væl, hvør ger hvat, hvønn tey eiga at venda sær til, og hvussu uppgávubýtið skal verða skipað. Hetta hevur við sær vantandi samstarv millum myndugleikar og tí er uppaftur truplari at hand­ fara harð­skaparmál og veita viðgerð og ráðgeva húskjum, sum eru fyri harðskapi. Aðrastaðni hava myndugleikar og felagsskapir góðar royndir við at gera tilfar, har ábyrgdarøki, arbeiðs­uppgávur o.s.fr. hjá ymsu yrkisfólkunum eru greidliga greinað og kunnað øllum, sum hava harðskap í parlagi og nær­sambondum um hendi. Mælt verður tí til, at ein handbók til yrkisfólk á hesum økinum verður skrivað. At nógvir partar eru við í harðskaparmálum hevur við sær, at ábyrgdin ikki veruliga er rótfest í nøkrum myndugleika. Harumframt er umráðandi, at átøkini í heildarætlanini k­ unnu verða við at røkka málinum um at steðga og fyribyrgja harðskap í parlagi og nærsambondum. Hetta kann bara verða gjørt, um økið verður røkt, fær ábøtur, og at eftirlit er við, Veita játtan til fulltíðar samskipara í tíðar­­av­markað starv at seta heildar­ætlanina í verk og vera við til at menna økið. Her skal ­serligt atlit verða tikið til samstarv millum yrkisbólkar og førleika­menning á økinum. ­Samskiparin skal eisini fáa í lag eitt samstarv millum yrkis­bólkar, vera við at gera manna­ gongdir og vísa á øki, har myndugleikar eiga at bøta um viðurskiftini (t.d. á lóggávuøkinum). ·· Endamálið er, at heildarætlanin verður sett í verk, og eftirlit er við økinum, har yrkisbólkar hava neyðugu førleikarnar, vitanarbýti og sínámillum samstarv. ·· Mettur kostnaður: kr. 600.000 árliga ·· Ábyrgdari: VMR, AMR, HMR og IMR ·· Tíðarætlan: Seta samskipara í byrjanini av 2012 19 Harðskapur í parlagi og nærsambondum At menna yrkisbólkar At undirvísa yrkisbólkum í harðskapi er ein týðandi partur av heildar­ætlanini. Røttu førleikarnir merkja, at yrkisbólkar eru betur førir fyri at gerast varugir við harðskap. Tey skulu førleikamennast at fara um harðskaparmál og veita stuðul og viðgerð til persónar, ið eru fyri harðskapi. Yrkisbólkarnir fevna víða og eru m.a. lærarar, námsfrøðingar/hjálparfólk, heilsufrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, løg­ reglufólk o.s.fr. Felags fyri allar hesar yrkisbólkar er tó, at teirra evni at varnast og handfara harðskaparmál, er avgerandi liður í fyribyrgingini – tí eiga allir yrkisbólkar at verða styrktir á hesum økinum. Mælt verður til at stimbra hesar yrkisbólkar við m.a. evnis­ døgum, kunning og førleikamennandi skeiðum. Partur av menningini eigur at fevna um førleikar hjá t.d. læknum, løgreglufólki og teimum, sum starvast á skaðastovu at a­ vdúka harðskap t.d. við samrøðuteknikki, tá ið illgruni er um, at harðskapur hevur verið uppií. Fastar mannagongdir Í samrøðum við myndugleikum og felagsskapum hevur fleiri ferðir verið víst á vantandi fastar mannagongdir í harðskapar­ málum í parlagi og nærsambondum. Víst hevur verið á (­m.a. Harðskapur í parlagi og nærsambondum av Kvinnuhúsinum), at harðskaparmál kunnu verða avgreidd ymisliga í hvørjum føri sær, alt eftir hvør ið hevur málið um hendi. Avleiðingin er, at nøkur av teimum harðskaparraktu ikki fáa nóg góða hjálp og halda ikki, at myndugleikarnir hava tikið sær væl av teimum. Tað kann gera, at harðskaparrakt hava ilt við stíga fram og siga frá, at tey eru fyri harðskapi. Tí er neyðugt við føstum mannagongdum so at starvsfólk vita, hvussu tey skulu handfara mál um harðskap, so hvørt tey stinga seg upp. Eitt ítøkiligt dømi um stovn, sum eigur at hava fastar manna­ gongdir um, hvussu hond verður tikin um fólk, ið hava verið fyri harðskapi, er Landssjúkrahúsið, sum tekur ímóti teimum, sum hava verið fyri so mikið grovum harðskapi, at teimum tørvar bráðfeingis læknaviðgerð. Hesi, sum hava verið fyri harðskapi og/ella neyðtøku, kunnu vera illa fyri og skelkað. Hildið verður, at Landssjúkrahúsið eigur at hava starvsfólk, sum hava venjing í at fara um hesar sjúklingar, bæði tá ið ­talan er um at savna próvtilfar og/ella veita stuðul og geva ráð um, hvørja hjálp viðkomandi kann fáa. Landssjúkrahúsið eigur eisini at kanna møguleikan at tey, ið hava verið fyri neyðtøku (og um neyðugt onnur, ið hava verið fyri harðskapi) kunnu fara inn í annað móttøkurúm, so tey við sjónligum merkjum eftir tað, teimum hevur verið, ikki skulu vera noydd at sita saman við øðrum. Átak 16. Átak 15. Skipa fyri førleikamenning (evnisdegi, skeiðum og kunning) hjá teimum yrkis­bólkum, sum hava samband/kunnu koma í samband við børn og vaksin, sum eru fyri harðskapi í heiminum. Harumframt verður mett, at tað er neyðugt, at yrkisbólkar í sínari útbúgving fáa grundleggjandi førleika til hetta. Her kann vera viðkomandi at samstarva við eitt nú Lærara­ skúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan um inni­ haldið í útbúgving­unum um harðskap. Fáa í lag fastar mannagongdir hjá myndug­ leikum og millum myndugleikar at viðgera harðskaparmál og persónar, ið hava verið fyri harðskapi. ·· Endamálið er at tryggja, at harðskaparrakt fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar. ·· Mettur kostnaður: Eingin kostnaður ·· Ábyrgdari: AMR, HMR og samskipari ·· Tíðarætlan: Byrja í 2012 og stigvíst ment til 2014 ·· Endamálið er at tryggja, at yrkisbólkar duga at hand­ fara mál um harðskap og duga at síggja eyðkenni hjá teimum, sum eru fyri harðskapi. „Tað kann sammetast við, at viðgera eitt sjúkt knæ uttan at taka atlit til, at sjúklingurin vigar 150 kg og ikki íðkar ítrótt. Um tú ikki tekur hædd fyri hesum, ber ikki til at hjálpa sjúklinginum á nøktandi hátt. Sum lækni kendi eg tað eins og harðskapur í parlagi var ein stórur ógreinaður trupulleiki. Eg kendi meg illa av hesum og visti ikki, hvussu eg skuldi handfara mál um harðskap í parlagi og tað varð tí eitt gott høvi hjá mær at finna útav hvussu. Ein sjúklingur hjá mær er fyri harðskapi við hús … eg meti tað ávirka heilsu hennara. Og við tað, at vit bæði vita, hvat henni er fyri, so kunnu vit eisini tosa um tað. Okkum nýtist ikki at látast sum, at eg kann grøða hana. Henni er boðin hjálp, men hon ynskir ikki hjálp. Sum er, megnar hon støðuna á sín egna hátt … Eg veit, at eg havi verið førur fyri at bjóða hjálp … vit kunnu halda áfram at tosa um harðskapin, inntil hon sjálv tekur avgerð um at gera nakað miðvíst við støðuna, men tað kemur at taka tíð.“ Kommunulækni, sum í sínum viðtalum er tilvitaður um at spyrja og tosa um harðskap við sjúklingarnar. Kelda: Aket, A., Berginger, A., Irvine, A. og Garfield, S. (2004) Tackling domestic violence: Exploring the health service contribution. Home office. http://library.npia.police.uk/docs/hordsolr/rdsolr5204.pdf. s. 41–42 ·· Mettur kostnaður: kr. 40.000 árliga ·· Ábyrgdari: AMR, HMR og MMR ·· Stigvís førleikamenning framd í fimm ár. At byrja í 2012. 20 21 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Átøk, ið venda sær til teirra, ið fremja harðskap Fyri at bróta harðskaparringrásina er alneyðugt at hava átøk, sum hava til endamáls at veita viðgerð og hjálp til teirra, sum fremja harðskap. Tað, at ein harðligur persónur kann fara í viðgerð, kann virka fyribyrgjandi bæði fyri makar, børn – og møguligar framtíðar makar. Tað er jú lítið vunnið, um parløg enda av harðskapi, og tann, sum fremur harðskapin, síðani fer í nýtt parlag og heldur fram við tílíkum atburði. Leggjast kann afturat, at fýra kvinnur hava gist á Kvinnuhúsinum grundað á sama harðskaparmann.21 Í Danmark eru nøkur viðgerðatilboð til teirra, sum fremja harðskap og vísur Dialog mod Vold á góð úrslit. Eftir einari viðgerðagongd uppá eitt ár eru 80% av teimum, sum eru harðlig steðga við at fremja harðskap.22 Í tilgongdini sam­ starvar ­Dialog mod Vold eisini við makar hjá teimum, sum eru í viðgerð. Royndirnar hjá Dialog mod Vold vísa, at 60% av teimum pørum, sum tey hava samband við ynskja fram­ haldandi at verða saman, men vilja at harðskapurin skal steðga. Viðgerðartilboð til harðskaparfremjarar Áður hevur verið víst á, at børn sum eru fyri harðskapi nógv meiri enn onnur, annaðhvørt fremja ella góðtaka harðskap sum vaksin. Tað merkir, at próvførsla er fyri, at harðskapur er lærdur atburður – sum mong halda kann broytast. Royndir aðrastaðni vísa, at tey, sum fara í viðgerð, gera tað av trimum orsøkum23: 1. T í makin hevur sagt seg vilja rýma úr parlagnum, um viðkomandi ikki søkir sær hjálp 2. Dómsvaldið hevur givið viðkomandi boð um at fara í viðgerð 3. V  iðkomandi sjálv/ur søkir sær hjálp, tí hon/hann vil broyta atburð Fyri tær báðar fyrstu orsøkirnar er talan um tileggjan, sum ­kemur uttaneftir. Triðja orsøk er, at viðkomandi sjálv/ur leitar sær hjálp og tí ein tileggjan, sum kemur innaneftir. Tað er tí eyðsæð, at samfelagið (rættarskipanin, sosiala viðgerðar­ skipanin og familjuskipanin) hava sín leiklut í at fáa hesi fólk í viðgerð. Tað er tó trupult at siga neyvt hvørji fólkini eru, sum hava tørv á viðgerð – serliga um vit hugsa um, hvussu harðskapur í parlagi og nærsambondum er tabuiseraður. Tá ið viðgerðartil­ boð verða fingin í lag, má atlit vera at viðgerðartilboðunum, ið eru til rúsdrekkamisnýtarar. Soleiðis er, tí ein lutfalsliga stórur partur av teimum, sum fremja harðskap, hava eisini rúsevnistrupulleikar.24 Sostatt er tað rímiligt, at tað ber til at fáa fatur á nøkrum av teimum, sum fremja harðskap ígjøg­ num rúsevnis­viðgerðartilboð. Um starvsfólk á tílíkum støðum eru kunnað og vita um viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap, ber til hjá teimum at geva sínum klientum hesar upplýsingar. Mælt verður til, at gera eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap og, at samstarv fæst við felag­ skapir og stovnar fyri at kunna bjóða teimum viðgerð, sum hava tørv á tí. Átak 17. Fáa í lag eitt skipað viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. ·· Endamálið er, at tey, sum fremja harðskap, fáa hjálp og amboð til at steðga við tí. Hetta átakið eigur eisini í sær upplýsing til myndugleikar og almenningin um, at tilboð er. Átak 18. Fáa samstarv í lag við m.a. Kvinnuhúsið og tey, sum veita viðgerðartilboð fyri rúsdrekkamisnýtslu. ·· Endamálið er at bjóða teimum, sum eru harðlig í parlagi og nærsambondum at taka av viðgerðartilboði til tess at bróta harðskaparringrásina. ·· Mettur kostnaður: Eingin kostnaður ·· Ábyrgdari: HMR og AMR ·· Tíðarætlan: 2013 ·· H  já áhugaðum skal eisini bera til at lesa/seta spurningar um viðgerð (eisini ónavngivin). ·· M  ettur kostnaður: kr. 50.000 í 2012 og síðani kr. 400.000 árliga ·· Ábyrgdari: HMR og AMR ·· T íðarætlan: 2012 førleikamenning og klárt at seta í verk í 2013 „Eg sá, at tað hjálpti … Í dag er eingin harðskapur hvørki likamligur harðskapur ella við orðum … Alt eg lærdi um at hava tamarhald á sær sjálvum lærdi eg har.“ (í viðgerðini) Harðligur maður, sum greiðir frá úrsliti av viðgerð. Kelda: Shamai, M. og Buchbinder, E. (2010) “Control of the self: Partner-violent men’s experience of therapy“, J Interp Violence, 25 (7) s. 1349 Kelda: Kvinnuhúsið Kelda: Dialog mod Vold 23 Christensen, E. (2010) Alcohol problemer og vold, SFI. s. 16. 24 Christensen, E. (2010) Alkohol problemer og vold, SFI. s. 17. 21 22 22 23 Harðskapur í parlagi og nærsambondum Harðskapur í parlagi og nærsambondum Fylgiskjal 1 Uppgávur, sum myndugleikar og felagsskapir røkja í sambandi við harðskap í parlagi og nærsambondum Lands- og ríkismyndugleikar Løgreglan og ákæruvaldið Løgreglan kannar mál um harðskap. Eru børn í heiminum, skrivar løgreglan eina frágreiðing til Barnaverndartænastuna. Ákæruvaldið reisir ákæru í málum um harðskap. Dómsvaldið Dómsvaldið tekur avgerð, har revsimál um harðskap er lagt fyri rættin. Dómsvaldið tekur eisini avgerð um hjálparverja (bistands­ advokat). Kriminalforsorgin Kriminalforsorgin umsitur varðhaldsfongsling og revsingar­ fullgerð, ger persónskanningar av ákærdum og hevur eftirlit við sálarliga sjúkum kriminellum, ið fáa sálarfrøðiliga viðgerð. Kriminal­ forsorgin kann veita onnur viðgerðartilboð enn tey ­almennu. Sum dømi, kann Kriminalforsorgin í Føroyum hjálpa fangum at fáa hjálp at stýra s­ ínum sinnalagi. Sjúkrahús Sjúkrahúsini kring landið taka ímóti sjúklingum, ið hava tørv á sjúkrahúsviðgerð vegna harðskap og neyðtøku. Í hesum sam­ bandi tryggjar sjúkrahúsverkið møgulig prógv, og letur løgregluni politi­attest til málið. Føroya læraraskúli (Fróðskaparsetur Føroya) Føroya læraraskúli hevur til uppgávu at útbúgva lærarar­ og námsfrøðingar. Tey lesandi verða m.a. kunnað um umsorganar­svík, undir hesum børn, ið koma frá heimum, har harðskapur er partur av gerandisdegnum. Tey lesandi nema sær eisini vitan um, hvørji tekin ein námsfrøðingur/ lærari skal geva serligan ans og hvørji stig skulu takast, um ein hevur­­ill­gruna um, at eitt barn er fyri harðskapi. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin (Fróðskaparsetur Føroya) Sjúkrarøktarfrøðiskúlin hevur til uppgávu at útbúgva sjúkrarøktar­frøðingar. Hetta inniber millum annað, at útbúgva hesar til at eygleiða, um ein sjúklingur sýnir tekin uppá at hava verið fyri harðskapi, og hvussu samskiftið eigur at fara fram við ein tílíkan sjúkling. Kommunalir myndugleikar Kommunulæknar Kommunulæknar veita einstaklingum læknaviðgerð og ráð­ geving. Kommunulæknar tryggja í summum førum prógv til revsimál og lata løgregluni politiattest. Kommunurnar Fyrsti og møguliga einasti myndugleikin, ið útlendsk kvinna møtir, tá hon kemur til landið, er kommunan, har ið hon verður skrásett. Gigni Gigni veitir heilsufrøðiliga tænastu til børn og ung kring alt landið. Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum hevur servitan um børn og barnafamiljur. Heilsufrøðingar hava til upp­gávu at ráðgeva og vegleiða familjur og børn eftir tørvi, soleiðis at ­familjan á bestan hátt kann klára avbjóðingina at vera ein familja. SSP SSP er ein stytting úr donskum og stendur fyri „skolesocial-politi“.­Talan er um eitt formligt samstarv millum Mentamálaráðið – Almannamálaráðið – Heilusmálaráðið – Kommunusamskipan Føroya – Føroya Kommunufelag og Løgregluna í Føroyum. Enda­málið við SSP er at arbeiða fyri at fyribyrgja kriminaliteti og s­kakandi atburði millum børn og ung. Almannastovan Uppgávur hjá Almannastovuni eru at veita ráð og vegleiðing um rættindi innan sosialu lóggávuna og at játta ella tilvísa veitingar sambært hesum lógum. 24 Fólkaskúlin Fólkaskúlin hevur sum høvuðsuppgávu at veita undirvísing, men skal tryggja, at trivnaðurin í flokkinum er góður og skal hava fyri eyga um trivnaður hjá ávísum barni er í vanda. L­ ærarin skal hava skil fyri at varnast um børn eru fyri harðskapi og taka neyðug stig til viðkomandi myndugleikar. Barnaverndartænasturnar Barnaverndartænasturnar arbeiða fyri, at børn, sum liva undir­ viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og skal hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Barnaverndar­tænasturnar skulu leggja dent á at finna loysnir, sum eru bestar fyri barnið. Myndugleikar og privatpersónar hava fráboðanarskyldu til Barna­verndartænastuna. Ansingarskipanir Í kommunalu ansingarskipanunum eru starvsfólk, ið hava eyga fyri trivnaðinum hjá tí einkulta barninum. Tað kunnu vera hesi yrkisfólkini, ið fyrst varnast at trivnaðurin hjá ­ávísum barni er í vanda. Felagsskapir og sjálvsognarstovnar Kvinnuhúsið Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til harðskapar­ raktar kvinnur og er eitt friðskjól, har harðskapar­ raktar ­kvinnur saman við børnum, kunnu gista í eina tíð. Tú og Eg ráðgevingin Tú og Eg ráðgevingin er ráðgeving undir Barnabata, har børn og ung umvegis telefon, brævkassa og kjatt, kunnu venda sær við alskyns spurningum, trupulleikum ella evnum, tey hava tørv á at tosa við ein vaksnan um. Tað kann vera t.d. kynsligur ­ágangur, harðskapur, rúsevnistrupulleikar í heiminum og ­mangt annað. Tað er ókeypis at ringja til ráðgevingina og ber til hjá tí, sum ringir og ráðgevanum at vera dulnevnd. Barnabati Barnabati er sjálvstøðugur barnarættindafelagsskapur, hvørs enda­mál er, við støði í ST barnarættindasáttmálanum, at virka fyri rættindum hjá børnum og at geva bæði bráðfeingis og meira langskygda hjálp til børn í vanda. Barnabati arbeiðir í høvuðs­heitum við upplýsing, útbúgving og vernd. Blákrossheimið Blákrossheimið í Tórshavn er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við rúsdrekkatrupulleikum. Á heiminum fæst avrúsing, viðgerð og eftirviðgerð. Harumframt kann Blákrossheimið bjóða ambu­ lanta viðgerð og familjuviðgerð. Í sambandi við viðgerð av hesum trupul­leikum, kann koma fram, at persónurin antin ­hevur verið fyri harðskapi ella sjálvur er harðlig/ur. Hetta kann tá eisini verða partur av viðgerðini. Familjudeildin á Føroya Barnaheimi Á Familjudeildini kunnu familjur búgva í eitt styttri tíðarskeið. Staðið er ætlað familjum, har foreldrini av onkrari orsøk hava ilt við at megna uppgávuna sum foreldur, og har mistrivnaður er í familjuni. Ein partur av mistrivnaðinum í familjuni kann t.d. verða harðskapur í familjuni. Sjálvhjálpin Sjálvhjálpin er hjálp til sjálvhjálp og er ein ókeypis tænasta, sum fólk kunnu venda sær til við persónligum trupulleikum. Sjálvhjálpin kann veita vegleiðing og nøkur amboð, til at koma víðari í lívinum. Ein sosialráðgevi, ein sálarfrøðingur, ein gudfrøðingur og ein sexologur er knýttur at sjálvhjálpini. Rættarhjálpin Rættarhjálpin bjóðar ókeypis løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin møtir ikki í rættinum. Amnesty International Føroya deild Amnesty International er ein heimsumfatandi mannarættinda­ felagsskapur, ið ger kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá ­mismuni. Heilbrigdi Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, sum viðger alkohol- og rúsevnis­misnýtarar eftir tí sokallaðu Minnesotafyrimyndini. Í sambandi við viðgerð av hesum trupulleikum, kann koma fram, at viðkomandi antin hevur verið fyri harðskapi ella sjálvur er harðlig/ur. Hetta kann tá eisini verða partur av viðgerðini. 25 VINNUMÁLARÁÐIÐ almannamálaRÁÐIÐ innlendismálaRÁÐIÐ HEILSUMÁLARÁÐIÐ Vinnumálaráðið www.vmr.fo Almannamálaráðið www.amr.fo Innlendismálaráðið www.imr.fo Heilsumálaráðið www.hmr.fo