Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking 2  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Útbúgving og gransking Heildarætlan Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  3 Give the ones you love wings to fly, roots to come back and reasons to stay Dalai Lama XIV Útgevari: Føroya Landsstýri Útgivið: apríl 2013 Ábyrgd: Vinnumálaráðið Forsíðumynd: Olav Martinsen Málslig ráðgeving: Marjun Arge Simonsen Talgild útgáva (PDF fíla) kann takast niður av heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum Uppseting, prent og liðuggerð: Føroyaprent Svanamerktur prentlutur 541 705 Innihaldsyvirlit Um heildarætlanina: Fólkaflyting og fólkavøkstur . . . . . . . . . . . . 7 Samandráttur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 Átøkini: Kostnaðar- og tíðarætlan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 Um tilgongdina at gera heildarætlanina . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Um fólkaflyting og føroysku støðuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 Málbólkar fyri fólkavøkstur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 Samfelagið tekur ábyrgd, og tiltøk eru longu sett í verk . . . . . . . . . 17 Um átøkini í heildarætlanini . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19 Átøk . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 Átøk um útbúgving og gransking . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 Átøk um lívskorini í Føroyum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum . . . . . . . . . . . 49 Átøk um forðingar í sambandi við at flyta til Føroya . . . . . . . . . . . 61 Átøk um útlendingar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 68 Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti . . . . . . . . . . . . . . . . . . 74 At skipa arbeiði framá . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 83 Fylgiskjal 1: Niðurstøður frá bólkasamrøðum (fokusbólkar) . . . . . . 85 Fylgiskjal 2: Niðurstøður frá viðmerkingum um fólkavøkstur, sum komu inn um heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum . . . . . . . . 90 Fylgiskjal 3: Sosialar veitingar í Føroyum og Norðurlondum . . . . . . 93 Fylgiskjal 4: Human capital (fólkatilfeingi) . . . . . . . . . . . . . . . . . 98 Fylgiskjal 5: Lívsinntøka . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 99 Fylgiskjal 6: Nýútbúgvin – rætt til arbeiðsloysisstuðul . . . . . . . . . . 100 Notur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 101 Útbúgving og gransking 6  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Um heildarætlanina: Fólkaflyting og fólkavøkstur Heildarætlanin Fólkaflyting og fólkavøkstur hevur til enda­máls at vísa á átøk, sum kunnu vera við til at gera Føroyar til eitt meira lokkandi stað at bú­seta seg. Tað er í stóran mun unga ættarliðið, ser­liga kvinnur, sum tróta í Føroyum. Átøkini í heild­ar­ ætlanini eru skrivað við hesum í huga. Arbeiðsbólkurin hevur kannað nógv ymisk viður­ skifti, tí fólkafráflyting er ein ógviliga samansett av­ bjóð­­ing. Tí fevnir heildarætlanin breitt – men í henni eru ikki øll svar upp á fólkavøkstur. Tvørturímóti skal heildar­­ætl­an­in síggjast sum ein byrjan – ein byrjan at einum mið­vís­um arbeiði at skapa eitt samfelag, har ið fólk støð­ast og ynskja at venda aftur til. Av somu orsøk mælir bólkurin til, at ávís viðurskifti verða kannað og viðgjørd ná­greini­ligari, tí tey krevja longri tíð og meira orku. Átøkini í hesari heildarætlan eru grundað á tilfar, sam­­røð­ur og kanningar, sum arbeiðsbólkurin hevur staðið fyri. Harumframt hevur arbeiðsbólkurin sett seg inn í nógv annað viðkomandi tilfar, sum var fram­­leitt frammanundan. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  7 Útbúgving og gransking 8  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Samandráttur Fólkatalið í Føroyum er í minking. Hóast fólk í nógv ár eru flutt til og úr Føroyum, eru tað fleiri viðurskifti, sum gera støðuna í dag serliga álvarsama. Fráflyting og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag. byggja kollegium/lestraríbúðir til tey ungu at búgva í. Eisini eru átøk um gransking, m.a. vinnulig fígging av ph.d.-lestri, átøk um at gera útbúgvingarskrá og geva ung­um betri møguleika at nema sær vinnuliga ella handa­liga útbúgving. Tað eru í stóran mun tey ungu, men serliga kvinnurnar, sum flyta burtur – ofta í útbúgvingarørindum – men eis­ini at nema sær aðrar royndir. Samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aftur til landið. Burðartíttleikin er nógv minkaður, og burðar­­ avlopið (munur millum fødd og deyð) er lágt. Har­­um­ framt er aldurs- og kynsbýtið í samfelagnum so skeiklað nú, at tað eru alt ov fá ung í mun til gomul og ov fáar kvinnur í burðarførum aldri. Hesi viðurskifti samanlagt hava við sær, at fólkatalið er minkandi. Støðan krevur eina miðvísa heildarætlan, har alt samfelagið tekur ábyrgd. Átøk um lívskorini snúgva seg um møguleikarnar hjá fólki at seta búgv í Føroyum og at fóta sær fíggjarliga. Tí eru átøk, sum hava til endamáls at gera tað liviligari í Føroyum, eisini hjá støkum uppihaldarum. Eisini eru átøk, sum bøta um fíggjarligu umstøðurnar kring tað at føða og uppala børn betri. Í tilgongdini at gera heildarætlanina hevur arbeiðs­ bólkurin havt samband við nógv fólk, bæði her á landi og uttanlands, fakfólk og føroyingar sum heild. Arbeiðs­bólkurin hevur eisini fingið til vegar eitt stórt tal av frágreiðingum, kanningum og greinum úr øllum heiminum. Átøk um forðingar í sambandi við at flyta til Føroya, snúgva seg í stóran mun um tað at gera tað lættari at taka avgerðina um at flyta til Føroya. Arbeiðsbólkurin mælir til átøk á seks økjum. Hesi átøk eru um 1) útbúgving og gransking, 2) lívskorini í Føroy­ um, 3) tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum, 4) forð­ingar í sambandi við at flyta til Føroya, 5) út­lend­ ingar og 6) yvirskipað samfelagsviðurskifti. Átøkini um útbúgving og gransking fevna um menning av nýggjum útbúgvingum á Fróðskaparsetri Føroya og einum dragandi lestrarumhvørvi í Føroyum. Hetta fevnir eisini um at gera eitt universitetskampus og Átøk um tilknýtið til Føroya og at broyta ímyndina av Føroyum hava til endamáls at styrkja tilknýtið, sum føroyingar hava til Føroya. Serligur dentur er lagdur á at knýta sambond ímillum lesandi og føroyska arbeiðs­ marknaðin. Átøk um útlendingar hava eitt nú til endamáls at gera tað lættari hjá útlendingum at flyta til Føroya. Hetta er gal­dandi fyri vinnulívið, sum sóknast eftir arbeiðs­megi. Eisini eru átøk, sum skulu gera tað lættari hjá føroy­ing­ um, ið hava útlendskan maka, at flyta til Føroya. Átøkini um yvirskipað samfelagsviðurskifti eru tey viður­skifti, ið eru samansett ella krevja eina størri ætlan enn tað, sum kann rúmast í einum átaki. Hesi átøkini eru ein nýggjur vinnupolitikkur, skipan av einum listaog mentanarráði, ein javnstøðupolitikkur umframt ein grein­ing av ferðing til og úr Føroyum. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  9 Átøkini: Kostnaðar- og tíðarætlan1 Átøk Átøk um útbúgving og gransking 1 Fróðskaparsetrið: Útbúgving og gransking framtíðartryggja føroyska samfelagið 2 3 4 5 6 7 8 9 Vinnulig fígging av ph.d.-lestri Granskingarsamstarv millum vinnulív og Fróðskaparsetrið/granskingarstovnar Samstarv um hægri útbúgvingar millum lærustovnar Kveikjandi lestrarumhvørvi: Útbygging av Fróðskaparsetri Føroya Kveikjandi lestrarumhvørvi: Byggja kollegium/lestraríbúðir Útbúgvingarskrá: Yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikar í Føroyum Lærlingar í almenna geiranum Almenn útboð og lærlingapláss í privata geiranum Høvuðsábyrgd síða 23 27 28 29 30 33 35 36 37 Átøk um lívskorini í Føroyum 10 Bústaðamarknaðurin: At byggja leigubústaðir 39 11 12 13 14 15 16 17 Skattaumskipan Arbeiðsfrádráttur fyri stakar uppihaldarar At tillaga skipanina við fríplássi á dagstovnum Hækkaður barnafrádráttur, frá og við triðja barni Barsilsskipanin At laga til starvsfólkapolitikkin hjá landinum og setanarviðurskifti At laga til umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek 41 43 44 45 46 47 48 MMR og Setrið Føroya Arbeiðsgevarafelag MMR MMR MMR Bústaðir o.o. Studni FMR FMR Bústaðir o.o. FMR FMR AMR o.o. FMR VMR FMR AMR, HMR, MMR Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 18 Samband við útisetar 50 MMR og VMR 19 20 21 22 23 24 Vinnustarvslæra fyri nýútbúgvin við hægri útbúgving Heimasíða, sum knýtir føroyskar arbeiðsgevarar til føroysk lesandi Vegleiðaraskipan Marknaðarføring av yrkismøguleikum á føroyska arbeiðsmarknaðinum At styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini Føroyingar uttanlands valrætt til løgtingsval 53 55 56 57 59 60 VMR Føroya Arbeiðsgevarafelag Føroya Arbeiðsgevarafelag VMR MMR IMR Átøk um forðingar í sambandi við at flyta til Føroya 25 Arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir at leita eftir arbeiði 62 VMR 26 27 28 29 Nýútbúgvin – rætt til arbeiðsloysisstuðul Stovnspláss framman undan flyting Serskattaskipan fyri serfrøðingar Meting av, hvørjar avleiðingar lógaruppskot hevur á fólkavøkstur 63 65 66 67 VMR MMR FMR IMR Átøk um útlendingar 30 31 32 33 At bøta um møguleikarnar at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya Familjusameining Working holiday Undirvísing fyri útlendingar 69 71 72 73 IMR IMR IMR IMR Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti 34 35 36 37 Javnstøðupolitikkur Eitt lista- og mentanarráð Ein nýggjur vinnupolitikkur At greina ferðing til og úr Føroyum Tað litaða økið tilskilar nær átakið skal gerast, meðan tørvur á fígging kann falla onnur ár. 1 10  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur 75 77 79 82 VMR MMR VMR VMR 2013 2014 2015 2016 2017 2018-20 tkr. tkr. tkr. tkr. tkr. tkr. 1 11.000 22.000 33.000 33.000 33.000 árliga 2 EAF 3 15.000 15.000 15.000 15.000 15.000 árliga 4 250 250 5 VJ 50.000 100.000 100.000 6 EAF EAF EAF EAF EAF EAF 7 VJ VJ VJ VJ VJ VJ 8 VJ VJ VJ VJ VJ VJ 9 VJ 10 EAF EAF EAF EAF EAF EAF 11 VJ VJ 12 VJ 10.000 10.000 10.000 10.000 13 EM EM EM EM EM EM 14 21.000 21.000 21.000 21.000 15 VJ VJ 16.000 16.000 16.000 16.000 16 VJ 17 VJ VJ 18 VJ 1.500 1.500 1.500 1.500 1.500 19 VJ 2.000 2.000 3.000 3.000 3.000 20 EAF EAF EAF EAF EAF EAF 21 EAF EAF EAF EAF EAF 22 70 60 60 60 60 árliga 23 VJ 2.500 3.000 3.000 3.000 árliga 24 VJ 25 VJ VJ 26 4.200 4.200 4.200 27 VJ* 28 EM 29 VJ 4.200 árliga 30 VJ VJ 31 VJ VJ 32 VJ 33 1.800 1.800 1.800 1.800 1.800 árliga 34 VJ VJ 35 600 600 600 600 600 36 VJ VJ 37 VJ Tils. 0 32.220 146.910 209.160 209.160 109.160 EAF: Eingin almenn fígging ella fígging úr landskassanum VJ: Verandi játtan. Átakið verður gjørt við verandi starvsfólkatilfeingi. Lagt er ikki upp fyri møguligum príshækkingum. EM: Eingin meting. * Hetta átakið kann bera í sær ein kostnað hjá nøkrum kommunum av at laga telduskipanir til. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  11 Um tilgongdina at gera heildarætlanina Seinnu árini er fólkatalið í Føroyum minkað, og er tað serliga unga ættarliðið, ið er vorðið ov fáment. Greitt er, at tey ungu, og serliga kvinnurnar, eru ein fortreyt fyri, at vit sum samfelag hóra undan. Uttan tey verða ikki nóg nógv børn fødd, sum kunnu bera samfelagið áfram. broyta kós. Harumframt er tað umráðandi, at átøkini, har tað er møguligt, eru ítøkilig, kunnu fremjast og gera mun. Tílík átøk kosta í fyrsta umfari, men ikki í nánd av, hvussu nógv tað kostar í seinasta enda, um vit einki gera. Í almenna rúminum hevur fólkafráflyting verið um­rødd í eina tíð, og somuleiðis er tað vorðið nógvum før­oy­ing­ um greitt, at hetta er eitt álvarsmál. Á sumri 2012 legði Javn­aðar­flokkurin eisini eitt uppskot til samtyktar fyri Løg­tingið um at seta í verk tiltøk til at venda gongdini við fráflyting og minkandi fólkatali í Føroyum. Hesum tók Løgtingið undir við, og er breið semja um, at tiltøk skulu til fyri at skapa fólkavøkstur. Í oktober 2012 setti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ein arbeiðs­bólk at gera eina heildarætlan um fólkaflyting og fólka­vøkstur, ið skuldi vera liðug 1. apríl 2013. At gera eina heildarætlan um fólkavøkstur er ein stór og avbjóðandi uppgáva. Arbeiðsbólkurin hevur verið í samband við viðkomandi stovnar/myndugleikar, ser­frøð­ing­ar, fólk í lykilstøðum, politikarar, lesandi, fak­fólk, leiðarar, vinnulívsfólk o.s.fr. Ein uttanhýsis bú­ skap­ar­frøð­ingur hevur eisini gjørt metingar um átøk­ ini. Harumframt hevur arbeiðsbólkurin fingið til vegar og troytt eitt stórt tal av frágreiðingum, kann­ing­um og grein­um úr øllum heiminum um viðkom­andi viður­ skifti. Eitt úrval av teimum er at finna á heima­síð­uni vmr.fo/folkaflyting. Endamálið við verkætlanini er at fáa eyðmerkt tey við­ ur­skifti, sum hava við sær, at fólkavøksturin er steðg­ að­ur, og gera eina heildarætlan, sum kann virka til, at Føroyar gerast eitt land, ið fólkið velur til heldur enn frá. Upp­gávan, sum arbeiðsbólkurin hevur fingið, er at gera eina heildarætlan, sum fevnir um: Arbeiðsbólkurin hevur lagt dent á at hoyra sjónarmiðini hjá føroyingum, bæði teimum, sum eru búsitandi her á landi, og eisini útisetum. Arbeiðsbólkurin hevur tí havt bólkasamrøður (fokusbólkar) í Danmark1 millum ƒƒ At eyðmerkja høvuðsorsakirnar til, at eingin fólka­ vøkstur er í Føroyum ƒƒ At raðfesta, hvørji øki eru mest týðandi fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum ƒƒ At skriva eina heildarætlan við ítøkiligum langtíðarog stutttíðarátøkum at seta í verk ƒƒ At gera eitt tilmæli til, hvussu arbeiðið kann skipast, eftir at heildarætlanin er latin landsstýrinum Stóra fólkaflytingin og fólkaminkingin rakar føroyska samfelagið meint. Greitt er, at avleiðingarnar kunnu gerast fleiri ferðir ógvisligari í framtíðini, um gongdin heldur fram. Heildarætlanin skal vera ein byrjan til at 12  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur føroysk lesandi og millum aðrar føroyingar. Eisini hevur arbeiðsbólkurin havt bólkasamrøður í Englandi og í Føroyum, bæði á miðstaðarøkinum2 og í Suðuroy. Á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum varð ein undir­ síða gjørd soleiðis, at fólk høvdu høvi at siga sína hugs­ an um fólkaflyting og fólkavøkstur. Um heima­síð­una fekk arbeiðsbólkurin nógvar við­kom­andi við­merk­ingar frá fólki, bæði úr Føroyum og frá úti­setum. Høv­uðs­ niðurstøðurnar frá bólka­sam­røð­un­um og við­merk­ ingunum, sum komu inn um heima­síð­una, eru í fylgiskjali 1 og 2. Flest ung, sum flyta av landinum, fara í lestrarørindum. Tí er útbúgving eitt av høvuðsevnunum í hesi heildar­ ætlan. Fyri at fáa íblástur til, hvussu vit sum útjaðari kunnu gerast kappingarfør á útbúgvingarøkinum, heitti arbeiðs­bólkurin, saman við Fróðskaparsetri Føroya, á tveir serfrøðingar at standa fyri einum evnisdegi um møgu­leikar at menna hægri útbúgvingar í Føroyum. Hesir serfrøðingar hava drúgvar royndir við tílíkum viðurskiftum í ávikavist Tromsø í Noregi og Akureyri í Íslandi. Arbeiðsbólkurin Erika Anne Hayfield, Vinnumálaráðið Elin Mortensen, Løgmansskrivstovan Bergur Berg, Mentamálaráðið Sigurð í Jákupsstovu, Fróðskaparsetur Føroya Niels Winther, Føroya Arbeiðsgevarafelag Tilvísingarbólkurin Í tilgongdini at gera heildarætlanina er niðurstøðan greið: Føroyingar í og uttan fyri landið taka avbjóð­ing­ ina við fólkaflyting í størstum álvara og vilja, at tiltøk skulu gerast fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum. Valdið at taka tær stóru avgerðirnar liggur hjá leiðsluni her á landi – men ábyrgdin liggur bæði hjá tí almenna, vinn­ uni og hjá hvørjum einstøkum føroyingi. Arbeiðsbólkurin ynskir at takka øllum, sum hava givið sær stundir at tosa við arbeiðsbólkin, givið íkast til heildar­ætlanina og útvegað tilfar. Umframt arbeiðsbólkin, sum hevur havt høvuðs­ábyrgd­ ina av heildarætlanini, hevur ein tilvísingarbólkur verið knýttur at arbeiðinum. Tilvísingarbólkurin hevur verið mann­aður av umboðum úr teimum aðal­ráð­um, sum ikki vóru umboðað í arbeiðsbólkinum. Til­vís­ing­ar­bólk­ ur­in hevur fylgt arbeiðinum og hevur eftir tørvi givið íkast til heildarætlanina. Eisini hevur ein politiskur fylgi­­­bólk­ur við umboðum úr øllum flokkum á tingi verið við í arbeiðinum. Hans Kári Vang, Fíggjarmálaráðið Marjun Magnussen, Almannamálaráðið Hilmar Høgenni, Innlendismálaráðið Ásmundur Guðjonsson, Fiskimálaráðið Jóannes N. Dalsgaard, Heilsumálaráðið Politiski fylgibólkurin Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin Kristianna Winther Poulsen, Sjálvstýrisflokkurin Jenis av Rana, Miðflokkurin Hanus Samró, Fólkaflokkurin Poul Clementsen, Framsókn Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin Janus Rein, uttanflokkaumboð Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  13 Um fólkaflyting og føroysku støðuna Føroya størsta avbjóðing er, at fólkatalið í Føroyum er í minking; vit eru vitni til eina fólkafráflyting. Ser­liga eru tað tey ungu, sum flyta úr Føroyum – ofta í útbúgv­ing­ arørindum. Tað hevur við sær, at stórir part­ar av unga ættarliðinum saknast í Føroyum, og tað merk­ist. Tey ungu skapa rørslu rundan um seg, tey flyta sam­ felagið, eru nýskapandi og hava ávirkan á mentanina. Har­um­framt eru tað tey, sum skulu seta nýtt ættarlið við. Men í dag eru tey alt ov fáment – tey fara av land­in­ um, og mong venda ikki aftur. Fráflyting sum fyribrigdi í Føroyum er í roynd og veru einki nýtt. Nú á døgum er stóri munurin, at burðar­ avlopið (t.e. munur millum fødd og deyð) er lægri enn netto­flytingin (t.e. munur millum til- og fráflyting). Við øðrum orðum er talið á føddum børnum í mun til tal á deyð­um ikki nóg høgt til at viga upp ímóti fráflytingini. Talva 1 á bls. 15 vísir aldurs- og kynsbýtið í Føroyum í 1970, í 2012 og í 2052. Tað, sum sæst týðiliga í talv­ uni, er, at í 1970 vóru nógv fólk í aldursbólkunum upp til 30 ár. Fólkabýtið tá var sum eitt pýramidusnið. Verð­ ur hugt at metingum um kyns- og aldursbýtið í 2052, sæst ein heilt onnur mynd. Sniðið vísir eitt fólkabýtið, sum vantar støðufesti í botninum. Orsøkin er tann, at tey ungu ættarliðini eru vorðin alt ov fáment. Ein av høvuðsorsøkunum til, at framtíðarmyndin kann ger­ast døpur, er, at samfelagnum tørvar fleiri enn 2.000 kvinnur, og serliga eru tað kvinnur í barnførum aldri. Kvinn­urnar í Føroyum eru framvegis óførar at føða børn. Føroyar hava hægsta føðitíttleika í Evropa (t.e. hvussu nógv børn i miðal, hvør kvinna føðir). Trupulleikin er tó, at her á landi eru alt ov fáar kvinnur til at føða børnini. Kvinnutrotið í Føroyum byrjaði longu í 1930-árunum4 og hevur mestsum verið eitt ósjónligt fyribrigdi í sam­ felag­num. Tað er fyrst nú, tá ið fólkatalið minkar, og aldurs­býtið verður so skeiklað, at samfelagið gevur 14  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur sær far um trupulleikan. Tí hevur tað stóran týdning, at heildarætlanin serliga leggur dent á kvinnur. Eftir ein­ um tíggju ára tíðarskeiði (2001-2011) eru tað nú 861 færri kvinnur í aldursbólkinum 15-44 ár sam­an­borið við 2001, og í sama aldursbólki eru 629 færri menn samanborið við 20015. Við øðrum orðum er undir­ skotið av kvinnum í hesum unga aldursbólki, sum skal føða børnini, økt við 232 kvinnum í hesum tíðarskeiði. Talva 2 á bls. 15 vísir undir­skotið av kvinnum í Føroyum. Tølini á y-ásini vísa heildar­kvinnutrotið (undir­skotið av kvinnum) í tølum, og x-ásin vísir árstal.6 Kanningar vísa, at nógv útjaðarasamfeløg kring okkum hava júst somu avbjóðing, at tey ungu – og serliga kvinn­urnar – flyta.7 Fyri Føroyar eru avleiðingarnar, tá ið fólk flyta burtur, tó meira ógvisligar enn fyri størri lond, har fráflyting bert fer fram á ávísum økjum í landinum. Aðra­staðni er heldur talan um eina umskipan av bú­ støð­unum hjá fólki, sum tó framvegis búgva í sama landi. Tá ið fólk flyta úr Føroyum, eru tey rætt og slætt burtur og geva tí nærum einki íkast til samfelagið – hvørki búskaparliga, sosialt og mentanarliga. Stundum verður fólkavøkstur knýttur at búskapar­ vøkstri og skapanini av arbeiðsplássum. Búskapar­ vøkstur sigur tó einki um, hvussu fólkatalið er býtt eftir aldri og kyni og harvið heldur einki um, hvussu burðar­ dygt eitt samfelag er. Tað ber eisini til at hava fólka­ vøkstur og samstundis økja um trotið á kvinnum – tað hendir, um fleiri menn enn kvinnur flyta til landið. Gransking vísir nevniliga, at hjá monnum og kvinnum eru tað øðrvísi viðurskifti, sum kynini raðfesta, tá ið tey flyta bústað. Menn raðfesta løn hægri enn kvinnur gera8. Harafturímóti raðfesta kvinnur møguleikar at brúka sína útbúgving í starvinum hægri samanborið við menn9. Tí er tað ikki nóg mikið at skapa størv – tað er eisini umráðandi at seta sjóneykuna á arbeiðs­mark­ naðin sum heild og breiddina á úrvali av størvum. Talva 1 Aldurs- og kynsbýtið í Føroyum í 1970, í 2012 og mett fyri 20523. Menn 1970 Tils. 38.612 2400 1800 1200 Menn 2012 Kvinnur 1970 Tils. 48.351 Kvinnur 2012 Menn 2052 Tils. 44.628 Kvinnur 2052 95 - 99 ár 95 - 99 ár 95 - 99 ár 90 - 94 ár 90 - 94 ár 90 - 94 ár 85 - 89 ár 85 - 89 ár 85 - 89 ár 80 - 84 ár 80 - 84 ár 80 - 84 ár 75 - 79 ár 75 - 79 ár 75 - 79 ár 70 - 74 ár 70 - 74 ár 70 - 74 ár 65 - 69 ár 65 - 69 ár 65 - 69 ár 60 - 64 ár 60 - 64 ár 60 - 64 ár 55 - 59 ár 55 - 59 ár 55 - 59 ár 50 - 54 ár 50 - 54 ár 50 - 54 ár 45 - 49 ár 45 - 49 ár 45 - 49 ár 40 - 44 ár 40 - 44 ár 40 - 44 ár 35 - 39 ár 35 - 39 ár 35 - 39 ár 30 - 34 ár 30 - 34 ár 30 - 34 ár 25 - 29 ár 25 - 29 ár 25 - 29 ár 20 - 24 ár 20 - 24 ár 20 - 24 ár 15 - 19 ár 15 - 19 ár 15 - 19 ár 10 - 14 ár 10 - 14 ár 10 - 14 ár 5 - 9 ár 5 - 9 ár 5 - 9 ár 0 - 4 ár 0 - 4 ár 600 0 600 1200 1800 2400 2400 1800 1200 600 0 - 4 ár 0 600 1200 1800 2400 2400 1800 1200 600 0 600 1200 1800 2400 Talva 2 Kvinnutrotið (undirskotið) 1901-2012 Kvinnuundirskot 1901-2012 2.500 2.000 1.500 1.000 500 0 -500 -1.000 -1.500 -2.000 1901 1906 1911 1916 1921 1925 1930 1935 1940 1945 1950 1955 1960 1966 1970 1977 1985 1990 1995 2000 2005 2012 Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  15 Málbólkar fyri fólkavøksur Tey, sum velja at búseta seg í Føroyum, gera tað, tí her eru nøkur viðurskifti, sum draga. Tøtt sosial- og familju­netverk, stuttir teinar millum bygd og bý, smid­leikin at seta tiltøk í gongd, møguleikar at ávirka sam­felagið, góðar umstøður hjá børnum at vaksa upp, vøkur náttúra og reint umhvørvi. Hinvegin eru onnur viðurskifti, sum eru lokkandi í stór­ um samfeløgum, eitt nú kann nevnast fyrimunurin við, at tað ikki eru so nógv, ið kenna teg, breiða úrvalið av frí­tíðar­møguleikum, ymisleikin, lægri kostnaðarstøði, betri úrval av miðlum og brúksvørum, breiðari sam­ felags­kjak og meira samansett vinnulív. Sostatt eru tey viðurskifti, sum eru fyrimunir við stórum samfeløgum, ofta vansar við útjaðarasamfelagnum – og hinvegin. Tískil er tað umráðandi at skyna á mun­in­ um á tí, sum vit kunnu og eiga at broyta, og tí, sum vit eru noydd at góðtaka sum part av tí at vera eitt oyggja­ sam­felag. Nøkur viðurskifti eru torfør at broyta, og Føroyar verða ongantíð ein metropolur. 16  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Tó eru viðurskifti, sum kunnu betrast munandi, soleiðis at Føroyar verða eitt meira lokkandi stað at búseta seg. Tað er við hesum møguleikum og avmarkingum í huga, at átøkini í heildarætlanini eru vald. Málbólkurin, sum átøkini venda sær til, er tað unga ættar­liðið, serliga við atliti at kvinnum. Málbólkarnir fevna um: ƒƒ Tey, sum búgva í Føroyum og ynskja møguleika at verða verandi ƒƒ Teir føroyingar, sum búgva uttanlands, og sum ynskja at/møguliga vilja flyta til Føroya ƒƒ Útlendingar, sum ynskja at virka í Føroyum Samfelagið tekur ábyrgd, og tiltøk eru longu sett í verk Í tilgongdini at gera heildarætlanina hevur tað verið týðiligt, at nógv í sam­felagnum taka samfelagsavbjóðingina við fólkaminking í álvara. Nógv eru tey, sum arbeiðsbólkurin hevur tosað við, ið longu hava gjørt sær hugsanir um, hvørji tiltøk, tey kunnu seta í verk fyri at gera mun. Niðanfyri eru nøkur dømi: flyting til Føroya. Hetta ber í sær, at TAKS kann veita betri ráðgeving til teirra, sum hava fyrispurningar í sambandi við tilflyting – bæði munnliga og á heima­ síðuni hjá TAKS. Vinnuhúsið, Kommunusamskipan Føroya og Sendistovan Neiligi hugburðurin og vantandi álitið á Føroyar sum land at virka og liva í er ein sera týðandi – og higartil undir­mettur partur av minkingini í fólkatalinum. Vinnu­húsið, Kommunusamskipan Føroya og Sendi­ stovan arbeiða tí við at fyrireika eitt átak, har endamálið er at venda neiligu umrøðuni av Føroyum og at skapa bjart­skygni og stoltleika ístaðin. Málbólkurin er bæði føroy­ing­ar í Føroyum og útisetar. Átakið skal sam­ stundis gerast eitt grundarlag undir samskifti og teimum átøkum, sum verða sett í verk fyri at skapa fólka­vøkstur í framtíðini, t.e. hjá kommunum, felags­ skap­um, vinnulívi, politiska myndugleikanum o.ø. Sum eitt felag, ið varðar av einum yrkisbólki, hevur Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar miðvíst roynt at menna eitt fakligt umhvørvi í Føroyum fyri føroyskir sálarfrøðingar búsitandi um allan heim. Í hesum viðfangi er allur heimurin ein pallur, sum verður brúktur til fyrimunar fyri sálarfrøðini í Føroyum. Felagið hevur skrásett sálarfrøðingar um allan heim, sum annaðhvørt eru føroyingar, ella sum hava tætt tilknýti til Føroya. Felagið er sera virkið og skipar fyri fakligum tiltøkum – og harumframt er eitt felag fyri føroysk sálarfrøðilesandi stovnað, har tað longu eru nógvir limir. Nógvir av limunum uttan fyri Føroyar luttaka eisini virknir í felagnum og kenna seg sum ein part av sálarfrøðiliga umhvørvinum í Føroyum. Fólkaheilsuráðið Kringvarp Føroya Fólkaheilsuráðið heldur, at tosið millum fólk og í miðlum er vorðið heldur neiligt, og kann hetta hava keði­ligar avleiðingar fyri okkara sjálvsfatan. Tí er Fólka­ heilsu­ráðið farið at kanna (m.a. við spurna­kann­ingum), hvussu nøgd fólk eru við lívið í Føroyum og hvussu gott Føroyar sum land er at búgva í samanborið við onnur lond. Hetta væntar Fólkaheilsuráðið fer at hava týdning fyri okkara sjálvsfatan og okkara tilvitan um, at her er gott at vera. Kringvarp Føroya vil fegið vera við til at lyfta uppgávuna at venda gongdini við fólkafráflyting. Sum mentanarberi og samleikaskapandi stovnur hevur Kringvarpið eina ábyrgd og eisini ávís amboð, sum kunnu nýtast í hesum sambandi. Kringvarp Føroya hevur ført fram, at tá ið skráin verður løgd, ber til at: ƒƒ Gera tilfar, sum setur sjóneykuna á og viðger evnið fólkafráflyting ƒƒ Gera sendingar, sum eru savnandi, og á tann hátt styrkja felagskensluna og stoltleikan av at vera føroyingur ƒƒ Gera sendingar við jaligum fyrimyndum, sum yngra ættarliðið, kanska serliga kvinnurnar, kunnu kenna seg aftur í og síggja upp til TAKS Í tilgongdini at gera nýggjan tænastudepil arbeiðir TAKS við at útbúgva nøkur starvsfólk, so tey gerast ser­ køn í skatta- og avgjaldsviðurskiftum í sambandi við Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar – yrkissamstarv Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  17 Granskingarráðið Annað Granskingarráðið arbeiðir í løtuni við at byggja upp eina sonevnda EURAXESS-tænastu, sum skal gera tað lættari hjá útlendskum granskarum at koma til Føroya. Á øðrum økjum eru eisini tiltøk sett i verk. Eitt nú kann nevnast, at integratiónsálitið, sum Innlendismálaráðið hevur staðið fyri, hevur verið til aðalorðaskifti í Løgtinginum. Harumframt hevur Fíggjarmálaráðið lagt uppskot fyri Løgtingið um at strika MVG í sambandi við bygging av leiguíbúðum komandi fimm árini. Á tann hátt kann meira ferð fáast á byggingina av leigubústaðum í Føroyum. Føroyska EURAXESS-tænastan verður ein partur av ES-fíggjaða EURAXESS-netverkinum, ið 40 lond í Evropa eru við í. Tænastan fer at hava ein internetportal við ókeypis starvslýsingum frá føroyskum granskingarstovnum, og harumframt verður kunnað um tað at flyta til og virka í Føroyum sum granskari. Eisini verður ein persónlig hjálpartænasta, ið ráðgevur útlendskum granskarum, ið ætla at flyta til Føroya ella eru í Føroyum. Føroyskir granskarar, ið búgva uttanlands, fara eisini at kunna brúka tænastuna, um teir hava í hyggju at flyta heim. 18  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Um átøkini í heildarætlanini Vanliga verður í fólkaflytingarhøpi tosað um tvey høv­ uðs­viðurskifti, sum hava við sær, at fólk flyta úr einum staði í annað. Tað eru annaðhvørt viðurskifti, sum tvinga fólk úr einum staði í annað (push factors) ella viður­­skifti, sum eru lokkandi á staðnum, hagar tey flyta (pull factors)10. Í hesari heildarætlan verður áherðsla lagt á: ƒƒ Viðurskifti, sum hava við sær, at fólk kenna seg noydd at flyta (push factors), eitt nú grundað á vantandi út­búgv­ingarmøguleikar. Í størstan mun skal tað vera møguligt hjá teimum, sum ynskja tað, at vera í Føroyum. Sostatt eru átøk, sum hava til endamáls at skapa tílíkar umstøður. ƒƒ Tað skal vera meira lokkandi at búgva í Føroyum og/ ella flyta til landið. Føroyska samfelagið skal leggja áherð­slu á nøkur av teimum viðurskiftunum, sum eru neyðug í einum samfelag, fyri at tað skal vera eitt lokk­andi stað at vera. Sostatt eru átøk, sum hava til enda­máls at vera við til at gera Føroyar til eitt meira drag­andi stað (pull factors). ƒƒ At taka burtur ítøkiligar forðingar fyri at flyta millum útheimin og Føroyar. Arbeiðsbólkurin er vorðin kunn­­aður um fleiri ítøki­ligar forðingar, sum eru í sam­­bandi við at flyta til Føroya. Sostatt eru átøk, sum hava til endamáls at taka burtur hesar forðingar. Átøkini í heildarætlanini eru sera ymisk. Heildarætlanin hevur ítøkilig uppskot til átøk, sum kunnu vera við at skapa fólkavøkstur. Nøkur krevja stóra fígging og nógv arbeiði at seta í verk. Onnur eru einføld. Heildarætlanin fevnir ikki um øll hugsandi átøk. Neyðugt hevur verið við avmarkingum í arbeiðinum. Eitt nú ber tað ikki til eftir fáum mánaðum at gera eina umfatandi greining av, hvussu nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss skulu skapast – og hvat slag av arbeiðsplássum, ið tað skal snúgva seg um. Hóast heildarætlanin vísir á átøk, sum hava við sær, at arbeiðspláss verða skapt, fyri­ ligg­ur eingin útgreinað loysn á, hvussu eitt stórt tal av arbeiðs­pláss­um kunnu skapast. Hinvegin hevur arbeiðs­bólkurin mælt til átøk innan útbúgving og gransking, sum eru við at skapa arbeiðspláss, ið eisini kunnu verða grundarlag undir nýggjum arbeiðsplássum í privatu vinnuni. Eitt annað øki, sum krevur eina sjálvstøðuga verkætlan, er vantandi trivnaður hjá kvinnum í Føroyum. Í heildar­ ætl­an­ini hevur arbeiðsbólkurin lagt dent á kvinnur. Fleiri av átøkunum, sum mælt verður til, er við kvinn­ unum í huga. Tó hevur arbeiðsbólkurin ikki eftir so stutt­ari tíð møguleika at gera eina neyva útgreining av ein­um so samansettum spurningi sum, hví kvinnur hava verri við at støðast í føroyska samfelagnum. Átøkini í heildarætlanini eru býtt í hesar høvuðsbólkar: ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ Átøk um útbúgving og gransking Átøk um lívskorini í Føroyum Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum Átøk um forðingar í sambandi við at flyta til Føroya Átøk um útlendingar Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti Hvørt átak er skipað soleiðis, at byrjað er við einari frá­greiðing um bakstøðið fyri átakinum. Síðan er sjálvt átakið lýst í einum kassa við heiti, endamáli við átak­ inum, málbólki/um, kostnaðarmeting fyri átakið og tíðar­ætlan. Teksturin niðan fyri kassan greiðir ítøkiliga frá átakinum, og hvussu tað kann fremjast. Ein meting av búskaparligum árinum av átakinum er eisini við í teim­um átøkum, har tað er viðkomandi. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  19 Útbúgving og gransking 20  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átøk Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  21 Átøk um útbúgving og gransking 1. Fróðskaparsetur Føroya: Útbúgving og gransking framtíðartryggja føroyska samfelagið 2. Vinnulig fígging av ph.d.-lestri 3. Granskingarsamstarv millum vinnulív og Fróðskaparsetrið/granskingarstovnar 4. Samstarv um hægri útbúgvingar millum lærustovnar 5. Kveikjandi lestrarumhvørvi: At byggja út Fróðskaparsetur Føroya 6. Kveikjandi lestrarumhvørvi: At byggja kollegium/lestraríbúðir 7. Útbúgvingarskrá: Yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikar í Føroyum 8. Lærlingar í almenna geiranum 9. Almenn útboð og lærlingapláss í privata geiranum Nógv av teimum ungu, sum flyta av landinum, fara í útbúgvingarørindum, serliga í sambandi við hægri lestur ella aðrar útbúgvingar, sum eru oman fyri mið­ nám. Tí eru fleiri átøk í heildarætlanini, sum snúgva seg um útbúgvingar. Viðmerkingarnar og samrøðurnar hava víst, at fólk sóknast eftir fleiri útbúgvingum – bæði á bachelor-, master- og ph.d.-stigi. Tey vilja hava eitt Fróð­­skapar­setur, har meira samstarv er við vinnulívið við øktum granskingarvirksemi. Harumframt ynskja fólk, at fleiri vinnuvendar útbúgvingar kunnu takast í Føroyum, bæði styttri hægri útbúgvingar og lærupláss. Tað, sum hevur stóran týdning fyri tey ungu, er, at tað er eitt gott útbúgvingarumhvørvi í Føroyum. Fyri tey skal meira til enn eitt breitt útboð av útbúgvingum. Tey sók­n­ast eftir einum umhvørvi, sum kennist kveikjandi og mennandi. Tað skal bæði snúgva seg um sjálv­ar karm­arnar um útbúgvingarstovnin, men eisini møgu­ leik­an at búgva saman við øðrum lesandi. Í Føroyum hava vit eina mentan, sum eggjar ungum til at fara av landinum fyri at útbúgva seg, menna seg og fáa royndir. Tílíkur hugburður er kendur í øðrum út­ jaðara­­samfeløgum. Eitt nú skrivar granskarin, Michael Corbett, um ein fiskivinnubý í Nova Scotia, har børn verða uppald við tí hugburði, at tað er neyðugt at flyta fyri at menna seg. Tey læra í uppalingini at flyta 22  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur burtur, og Micheal Corbett nevnir hetta „learning to leave”11. Arbeiðsbólkurin metir, at fyri at byrgja fyri slík­um hugburði er neyðugt at seta á stovn nýggjar yrkis­­vendar útbúgvingar, ið ganga samfelagstørvinum og vinnulívinum á møti, og sum eru soleiðis skipaðar, at tað er møguligt at leggja ein part av útbúgvingini uttan fyri Føroyar. Tó er tað týdningarmikið, at tey ungu í lestrartíðini eisini eru í Føroyum fyri m.a. at menna faklig og arbeiðsmarknaðarlig sambond. Hetta er í sam­ svari við niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, tí nógvir úti­setar hava víst á, at tey fegin høvdu tikið ein part av út­búgv­ingini í Føroyum, um møguleiki var til tess – men ikki allan lesturin. Eins og í nógvum øðrum londum eru tað serliga kvinn­ ur­nar, sum fara undir hægri útbúgvingar samanborið við menninar. Nevnast kann, at í lestrarárinum 2010/11 vóru 61% av teimum føroyingum, ið lesa hægri lestur uttanlands, kvinnur, og 39% vóru menn12. Sæð í síni heild (lesandi í Føroyum og uttanlands) vóru 54% av teimum lesandi kvinnur, og 46% vóru menn.13 Tí vónar arbeiðsbólkurin, at átøkini um útbúgving og gransk­ing serliga kunnu hava eina ávirkan á hugin hjá kvinnum at búgva í Føroyum – bæði hvat viðvíkur útbúgv­­ing­ar­møguleikum, hvørjar útbúgvingar verða bodnar út og teimum størvum, sum verða skapt á hægri útbúgv­­ing­ar­stovnum. Átøk um útbúgving og gransking 1. Fróðskaparsetrið Útbúgving og gransking framtíðartryggja føroyska samfelagið Alt fleiri ung flyta av landinum at leita sær útbúgving, og greiðar ábendingar eru um, at umleið helvtin av teim­um, sum fara, ikki venda heim aftur eftir loknan lestur14. Hetta er eitt stórt vandamál, tí hesi fólk saknast í samfelagnum, meðan tey lesa, og teirra førleikar koma heldur ikki samfelagnum til góðar eftir loknan lesnað. Vit missa stóran part av okkara dýrasta tilfeingi, og longu nú sæst, at lutfallið millum unga fólkið í mun til eldra ættarliðið er nógv minkað seinastu árini.15 Úrslitið verður ein álvarsom minking í fólkatalinum, um ikki munadygg átøk verða framd. Maður í 30-árunum, búsitandi í Føroyum: Í handbóltinum síggja vit, at teir allarflestu leik­ ararnir fara av landinum í útbúgvingarørindum. Seinastu 5 árini eru 16 leikarar, sum hava verið partur av besta manshópinum hjá (handbóltsliði), farnir til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Sama tíðarskeið er bert 1 leikari heimafturkomin. Nærum allir leikararnir ynskja eina útbúgving og fara til DK fyrst og fremst, tí vinfólkini eru har. Teir allarflestu høvdu ynskt, at møguleiki var at verða verandi í Føroyum, m.a. tí at handbólturin fyllir nógv í teirra lívi. Íløgur í útbúgving og gransking eru vorðnar týdning­ar­ mesta átaksøkið hjá flestum framkomnum sam­feløg­ um í heiminum. Um føroyska samfelagið ikki mið­víst rað­festir útbúgving og gransking, missir landið tey ungu ættar­liðini og harvið tað tilfeingi og ta megi, ið eru neyðug fyri at skapa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og eitt framkomið vælferðarsamfelag. Fyrimunurin við íløgum í útbúgving og gransking er, at tær bæði kunnu vera við til at skapa størri vøkstur í verandi vinnum og til at skapa gróðrarbotn fyri at menna nýggjar vinnur. Í verandi vinnum kunnu tær røttu íløgurnar í útbúgving og gransking stuðla undir, at fyritøkurnar megna at fáa meira burturúr, og at tær megna at flyta virksemið longri fram í virðisketuni. Hetta kann eitt nú vera í sambandi við virking, vøru­ menn­ing, marknaðarføring o.s.fr. Útbúgving og gransking kunnu harumframt skapa grund­ar­lag undir nýggjum vinnum, um rætt verður at­ borið. Í framkomnum samfeløgum eru flestu nýggju ar­ beiðs­plássini og størsti vinnuvøksturin í vit­an­ar­tungum og skapandi vinnugreinum, sum t.d. heilsu­vísindum, KT, mati, sniðgávu og undir­halds­ídnaðinum. Hesum vinnu­greinum tørvar væl útbúgvið fólk. Ein fyrimunur við at hava viðkomandi útbúgvingar og gransking í Føroyum er, at tað ber til at skapa eitt um­ hvørvi, sum virkar mennandi fyri at stovna fyritøkur á hesum økjum. Harumframt hava viðkomandi útbúgv­ ingar við sær, at samfelagið fær eina støðuga til­gongd av útbúnum fólki, sum hava vitan um føroysk viður­ skifti, annaðhvørt tað snýr seg um almenna geiran ella privata geiran. Íløgur í útbúgving og gransking eru ein neyðug fortreyt, men eisini má havast í huga, at tað er umráðandi at skapa sambond við verandi vinnulív fyri at gera ítøkiligt, hvussu útbúgving og gransking kunnu vera við til at handilsgera hugskot. Fróðskaparsetrið sum vakstraramboð Fróðskaparsetrið hevur í dag útbúgvingar, ið fevna um ein part av samfelagstørvinum, t.e. á skúla-, og men­tan­ ar­økinum, í sambandi við sjúkrarøkt, sam­felags­vís­indi og náttúruvísindi. Umframt at endurskoða og styrkja verandi útbúgvingartilboð er neyðugt, at Fróð­skap­ar­ setrið mennir nýggj útbúgvingartilboð og gransk­ing­ar­ øki, ið føroyska samfelagið hevur tørv á. Við miðvíst at økja samstarvið við vinnulívið skapast gróð­rar­botnur fyri nýskapan, íverksetan og nýggjum fyri­tøkum. Maður í 30-árunum, búsitandi í Føroyum: Útbúgvingarnar høvdu útbúgvið fólk til at virka í egnum landi og blivið serfrøðingar í føroyskari vinnu. Nógv dømi eru um, at útjaðaraøki hava vent gongd­ini í sambandi við fólkafráflyting við at skapa fleiri út­búgv­ ing­ar­møguleikar í nærsamfelagnum. Uni­versi­tet­ini í Tromsø og Akureyri eru góð dømi um universitet sum Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  23 Átøk um útbúgving og gransking høvuðs­leikarar í sambandi við menning og vøkstur í økis­sam­felagnum. Fólkaflyting fer fram í øllum lond­ um, har fólk flyta frá útjaðara til miðstaðarøki at leita sær útbúgving og arbeiðsmøguleikar. Fólkavøksturin er størstur, har ið býarmentanin blómar, og tað eru eisini hesi økini, sum serliga draga kvinnur16 at sær. Tí eru ser­liga góðar orsakir til, at vit styrkja miðstaðarøkið í Føroyum við einum framsøknum universiteti, ið m.a. leggur áherðslu á vinnuliga gransking, heilsugransking, skap­andi vinnur og nýskapan til at stimbra eitt kapp­ ing­ar­ført og burðardygt samfelag. Peter Arbo, granskari á universitetinum í Tromsø, hevur granskað økismenning og hevur gjørt nakrar niður­ støð­ur um, hvussu eitt vælvirkandi universitet ávirkar sam­felagið, ið tað virkar í17. Eitt nú verður ført fram, at frá at høvuðsleikluturin hjá uni­versitetum var at útbúgva fólk til væl­ferð­ar­sam­ felagið, so eru uppgávurnar hjá uni­versi­tetum nú á døg­um munandi meiri fjøltáttaðar. Vit liva í einu al­ heims­ligum vitanarsamfelag, har granskingargrundað ný­skap­an og førleikar eru avgerandi kappingarfaktorar. Áhuga­bólkarnir eru fleiri, og krøvini til universitetini eru al­samt vaksandi. Universitet elva til ringvirknað Eitt universitet skapar ringvirknað í samfelagnum, og tað er sambært Peter Arbo: 1) Øktur eftirspurningur: Eitt universitet dregur til sín øktar inntøkur, fleiri lesandi og fleiri starvsfólk og skapar harvið øktan eftirspurning í samfelagnum eftir einum stórum tali av tænastum 2) Ígongdseting: Við at skapa útbúgvingartilboð á stað­ num velja fleiri at fara undir útbúgving, tí at nú er møgu­ligt hjá teimum at fáa eina útbúgving, sum tey annars ikki kundi nomið sær, tí tey noyddust at fara burtur. 3) Økt útboð: Tá ið fleiri lesa í nærsamfelagnum, verður útboðið av væl útbúnari arbeiðsmegi í samfelagnum 24  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur størri. Hetta hevur stóran týdning fyri almenna geiran og vinnulívið. 4) Nýskapan: Við granskingargrundaðum út­búgv­ing­um skapast gróðrarbotnur fyri nýskapan og øktum sam­ starvi við vinnulívið. Á hesum marka­mót­in­um verður gransking umskapað til vinnuvøkstur.18 5) Atdráttarvirknaður: Tað, at eitt universitet dregur lesandi og starvsfólk at sær, hevur við sær, at tað verður lokkandi fyri fleiri fólk at seta búgv í nánd av universitetsumhvørvinum. Vaksandi fólkatilfeingi dregur handils- og vinnulív at sær. 6) Sterkari netverk: Universitetini byggja sterk sambond til onnur universitet og grannasamfeløg gjøgnum økt samstarv um gransking og útbúgving. Á henda hátt knýtast varandi bond millum granskarar og lesandi av bæði óformligum og formligum slag, sum – umframt at framleiða nýggja vitan – hava stórt mentanarligt og vinnuligt virði. 7) Mentanarligt virði: Eitt universitet er ein tann týdningarmesti mentanarberin í samfelagnum. Fyri tjóðskaparligu sjálvsfatanina er eitt sterkt staðbundið universitet av avgerandi týdningi. Ikki minst er uppgávan hjá universitetinum at framtíðartryggja samfelagið við at seta sjóneykuna á, hvussu vit skilja okkara samleika, samfelag og náttúru í samspæli við fremstu altjóða vitanina. 8) Ímynd: Eitt samfelag, ið leggur áherðslu á vitan gjøgnum útbúgving, gransking og at skapa eitt vælvirkandi lestrarumhvørvi, styrkir sína ímynd (sítt image) og sína sjálvsfatan. Maður í 20-árunum, útiseti: Eg tók tvey ár í Føroyum. Nú taki eg bachelor her. Nú mangli eg rættiliga lítið – í staðin fyri at hava lisið sjey ár í Danmark. So verður tað tað lættari. Sannlíkindini verða størri fyri, at tú kanska flytur heimaftur, tí tú hevur tikið ein part av útbúgvingini í Føroyum. Og útbúgvingin er tilrættað føroyskari framleiðslu t.e. fiski og laksi o.s.fr Sostatt eru fleiri fyrimunir við at hava eitt vælvirkandi og sterkt universitet í Føroyum. Átøk um útbúgving og gransking Hvussu kunnu vit økja talið á lesandi á Fróðskaparsetrinum? Til at økja talið á lesandi ber til at: 1) Stovnseta fleiri nýggjar granskingargrundaðar útbúgvingar, ið bæði nøkta ein tíðarbæran og komandi samfelagstørv, og sum leggur upp fyri, hvat tey ungu ynskja at lesa. 2) Byggja universitetskampus (sí átak 5) 3) Gagnnýta tøkniligu samskiftismøguleikarnar til at: a) økja útboð gjøgnum fjarlestur b) økja samstarvið við onnur universitet c) styrkja altjóðagerðina 4) Betra um bústaðarmøguleikarnar/byggja lestrar­ íbúðir (sí átak 6) Tað eru uml. 2500 føroyingar, sum í dag eru undir hægri lestri. Sambært nýggjastu tølunum hjá Studna lesa uml. 900 í Føroyum, 1360 í Danmark og 250 í øðrum londum. Tað er eyðsæð, at um Fróðskaparsetrið skal vaksa munandi, er neyðugt, at fleiri av teimum ungu velja at lesa í Føroyum, annaðhvørt heilt ella lutvíst. Fyri at hetta skal eydnast, mugu fleiri útbúgvingar setast á stovn í Føroyum. Átak 1 At seta pening av til útbúgving og gransking stigvíst yvir trý ár xx Endamálið er at økja um talið á lesandi og menna gransking, útbúgving og nýskapan í samfelagnum. xx Málbólkurin er ung, ið søkja sær hægri útbúgvingartilboð og granskarar. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið – í samstarvi við Fróð­skap­ar­setur Føroya. xx Kostnaður og tíðarætlan: Játtanin til Fróðskaparsetrið verður stigvíst hækkað við 33 mió. (úr 67 mió. kr. til 100 mió. kr.) árini 20142016. Arbeiðsbólkurin mælir til, at játtanin til Fróð­skapar­ set­ur Føroya til gransking og hægri útbúgving verður hækkað úr 67 mió. kr. til 100 mió. kr. í stigum fram til 2016. Maður í 20-árunum, útiseti: Eg hevði ikki verið áhugaður í at lisið øll fimm árini í Føroyum. Eg hevði fegin lisið ein yvirbygning í Føroyum. Tað rokni eg við, at nógv høvdu viljað. Ella tikið ein bachelor í Føroyum og so tikið yvirbygning uttanlands – sett tað saman. Tað hevði faktiskt verið stuttligt at roynt at lisið í Føroyum. Mett verður, at fyri hesa íløguna fær føroyska sam­felag­ið: 4-5 nýggjar bachelor-útbúgvingar 7 nýggjar master-útbúgvingar Talið á lesandi kann økjast við uml. 50% til uml. 900 lesandi fram til 2016, og 1500 fram til 2023. Bakstøði fyri hesum tilmæli er: ƒƒ Útbúgvingartilboðini skulu taka støði í tørvinum í samfelagnum Nýggjar bachelor- og master-útbúgvingar verða rað­ fest­ar við støði í samfelagstørvinum og í teimum mest eftir­spurdu útbúgvingunum millum ung. Tað snýr seg í stóran mun um yrkisvendar útbúgvingar í náttúru, tøkni og tilfeingi, samfelagi, løgfrøði, búskapi, mentan, skap­ andi læra og heilsu. Sum part av menningini av nýggjum útbúgvingum legg­ur Fróðskaparsetrið eisini dent á tær vinnuvendu út­búgv­ing­arnar, sum bæði kunnu vera við til at menna ver­andi vinnur og til at stovnseta nýggjar vinnur. Hetta ber eisini í sær, at Fróðskaparsetrið leggur eina ætlan fyri, hvussu útbúgving og gransking á hesum økjum verða knýtt at ítøkiligum virksemi í fyritøkum, og hvussu gransking og hugskot kunnu verða handilsgjørd. Tað hevur stóran týdning at taka støði í teimum út­ búgv­ingum, ið vit serliga hava tørv á. Um hetta ikki verður gjørt, verður avleiðingin, at vit útflyta fólk við hægri útbúgvingum í staðin fyri fólk við mið­náms­út­ búgv­ing­um. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  25 Átøk um útbúgving og gransking ƒƒ Fróðskaparsetrið hevur fyrilit fyri kyni Í tilgongdini at menna nýggjar útbúgvingar hevur Fróð­skap­ar­setrið fyrilit fyri kyni soleiðis, at útboðið av út­búgv­ingum er áhugavert fyri bæði kvinnur og menn. ƒƒ Fróðskaparsetur Føroya víðkar um samstarvið við universitet aðrastaðni Kvinna í 20-árunum, útiseti: Fyrst og fremst má Setrið samlast eitt sindur, so tú fært ta kenslu, at tað er eitt universitet og ikki bara onkur, sum lesur í einum lítlum rúmi á einum lofti onkrastaðni. Tað trúgvi eg hevði verið við til at fingið onkran universitetsanda í Føroyum. Fyri at kunna stovnseta nýggjar útbúgvingar og taka upp munandi fleiri lesandi er neyðugt at knýta tættari bond við onnur universitet, t.d. í Íslandi, Noregi og Danmark. Hetta skapar møguleikar fyri at menna út­ búgv­ingar, har ið tey lesandi lutvíst fáa sína út­búgv­ing í Føroyum og lutvíst uttanlands. Á henda hátt kunnu les­andi annaðhvørt fara av landinum í styttri ella longri tíðar­skeið ella lesa gjøgnum fjarlestur. ƒƒ Fróðskaparsetrið skal vera opið fyri útlendskum lesandi ƒƒ Høvi til at taka part av lestrinum uttanlands ƒƒ Fróðskaparsetrið skapar eitt dynamiskt umhvørvi Í samrøðum, sum arbeiðsbólkurin hevur havt við tey ungu, siga tey, at tey fegin vilja lesa í Føroyum – bara ikki taka alla útbúgvingina her. Nógv ung vilja fegin sleppa uttanlands at royna flogið. Tí er tað neyðugt at skapa fortreytir fyri, at tey, ið ynskja tað, kunnu taka partar av útbúgvingini í Føroyum og partar aðrastaðni. Ung lesandi í dag seta krøv til lestrarumhvørvið, tá ið tey taka støðu til, hvar tey fara at lesa. Við røttu fysisku kørmunum og øktari játtan kann Fróðskaparsetrið í størri mun skapa tað umhvørvið, sum er ein fortreyt fyri, at ung vilja lesa her á landi. Fróðskaparsetrið kann við øktari játtan í størri mun menna útbúgvingar, har útlendsk lesandi eru boðin at taka sína útbúgving í Føroyum. Hetta kann skunda undir, at fleiri lesandi verða í Føroyum, at lestrarumhvørvið verður meira dynamiskt og at fleiri í unga ættarliðinum geva sítt íkast til samfelagið. ƒƒ Universitetsbókasavn Eitt nú kann Fróðskaparsetrið bjóða útbúgvingar út eftir frymlinum: ƒƒ Lestur í Føroyum -> Lestur uttanlands -> Lestur/høvuðsuppgáva í Føroyum Fróðskaparsetrið kann gera samstarvsavtalur við universitet í øðrum londum um slíkar útbúgvingar. ƒƒ Fjarlestur skal vera ein sameindur partur av undirvísingini Fjarlestur skal nýtast í stóran mun bæði til at menna nýggj tilboð á Fróðskaparsetrinum – við at taka inn undirvísing frá universitetum um netið, men eisini við at Fróðskaparsetrið veitir undirvísing við fjarlestri til onnur øki í Føroyum. 26  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Virksemið á Landsbókasavninum styrkjast og um­skip­ ast, soleiðis at tað kann virka sum eitt fullfíggjað uni­ versi­tets­bókasavn. Átøk um útbúgving og gransking 2. Vinnulig fígging av ph.d.-lestri Øktar íløgur í útbúgving og gransking á Fróðskaparsetri Føroya skulu í størstan mun fíggjast yvir fíggjarlógina. Við verandi halli á fíggjarlógini verður trupult brádliga at økja útreiðslurnar til útbúgving og gransking á Set­ rinum, serliga tí fíggjarlógirnar søguliga sæð broytast lítið frá einum ári til annað. Í grannalondunum er tó van­ligt at fíggja ein minni part av virkseminum á uni­ versi­tetum við uttanhýsis fígging til ávísar út­búgv­ing­ar og serliga til gransking. Ein partur av fíggingini kem­ur m.a. frá vinnufyritøkum á økinum, har ið uni­versi­tet eru staðsett. Ein hægri raðfesting av útbúgving og gransking á øk­ in­um, sum er viðkomandi fyri vinnulívið, kann geva fyri­tøk­unum nýggja vitan, kann økja um førleikarnar hjá verandi starvsfólkum á fyritøkunum og kann serliga geva vinnulívinum atgongd at væl útbúnum starvsfólki. Fyri at tryggja ein skjótan vøkstur í útbúgvingum, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið, eiga møguleikar fyri aðrari fígging at verða kannaðir, umframt ta almennu fíggingina. Átak 2 Verkætlan at fáa vinnufyritøkur til at fíggja vinnuvendan ph.d.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya xx Endamálið er at fáa eina skjótari øking í útbúgving og gransking á økjum, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið. xx Málbólkurin er vinnufyritøkur og lesandi. xx Ábyrgdari: Føroya Arbeiðsgevarafelag. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin kostnaður fyri tað almenna av hesum átaki. Kann setast í verk í 2014. Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at taka stig til at fáa part av ph.d.-útbúgvingunum, sum eru viðkomandi fyri vinnu­lívið, fíggjaðar av vinnufyritøkum. Fortreytin fyri hesum er, at ein greið menningarætlan verður gjørd fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum eisini fevnir um økta almenna fígging av setrinum og eina raðfesting av vinnuvendum útbúgvingum. Um undirtøka er millum fyritøkurnar at vera við til at fíggja ein vøkstur í íløgunum í útbúgving og gransking, verður ein serlig skipan gjørd fyri ph.d.-stuðulin. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  27 Átøk um útbúgving og gransking 3. Granskingarsamstarv millum vinnulív og Fróðskaparsetrið/ granskingarstovnar Skal føroyska vinnulívið menna seg og verja sítt kapp­ ing­ar­føri, er neyðugt at raðfesta vinnuliga gransking og nýskapan. Flestu nýggju arbeiðsplássini og størsti vinnu­vøksturin eru longu nú og fara framhaldandi at vera í vitanartungum og skapandi vinnugreinum. Hesar vinnu­greinar hava ikki í sama mun tørv á jarðrunnum ella lívrunnum ráevnum – men harafturímóti er tørv­ urin fyrst og fremst á væl útbúnum fólkatilfeingi. Tí er neyðugt at skapa gróðrarbotn fyri gransking og væl út­bú­num fólki, har samfelag og vinnulív í felag skapa fram­burð og vøkstur. Framburður er treytaðar av einum væl­virkandi vitanartríhyrningi19, ið byggir á gransking, nýskapan og útbúgving. Kvinna í 30-árunum, búsitandi í Føroyum: Ein háttur at fáa útbúgvið fólk at støðast er at økja játtanina til Granskingargrunnin, soleiðis at fleiri væl útbúgvin fólk fáa møguleika at granska í Føroyum. Við at gera íløgur í gransking kann vinnulívið skapa grund­ar­lag fyri virðisøking og øktum kappingarføri. OECD mælir til, at 3% av BTÚ verður sett av til gransk­ ing, t.e. almennu kassarnir rinda 1% og vinnu­lívið 2%. Fyri at samfelagið framhaldandi skal skapa vøkstur, er gransk­ing týðandi. Føroyar eru eftirbátur, tá ið tað snýr seg um gransking, serliga vinnuliga gransk­ing, ið svarar til einans 0,21% av BTÚ. Tær almennu útreiðsl­urnar til gransk­ing eru 0,66 % av BTÚ20. Átak 3 At skapa granskingarsamstarv millum vinnulív og Fróðskaparsetrið/granskingarstovnar xx Endamálið er at økja um vinnuliga gransking í Føroyum. xx Málbólkurin er granskaraumhvørvið og vinnulívið. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið – í samstarvi við Granskingar­ráðið. xx Kostnaður og tíðarætlan: 15 mió. kr. um árið í eini 5 ára royndartíð. Kann setast í verk í 2014. 28  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Arbeiðsbólkurin mælir til, at 15 mió. kr. verða játtaðar til vinnugransking. Hendan játtan skal fíggja vinnuligar granskingarverkætlanir. Um vinnulívið ber sama kostnað, eru tilsamans 30 mió. kr. árliga til miðvísa vinnugransking, ið leggur lunnar undir økta virðisskapan og ein vitanargrundaðan arbeiðsmarknað. Maður í 60-árunum, búsitandi í Føroyum: Miðvís granskan á Fiskivinnuskúlanum og Fróðskaparsetrinum eigur at verða stuðlað og ment, har spurningurin fyrst og fremst er, hvat finst av verandi vørum, og hvat tilfeingi finst, ið ikki verður nýtt, sum kann góðskast og framleiðast á høgum tekniskum stigi. Mælt verður til, at játtanin er skipað soleiðis, at vinnuligur umsøkjari leggur ein munandi part av fígging í verkætlanina. Treyt fyri at fáa pening av hesi játtan kann vera, ƒƒ at granskingarverkætlanin er skipað í samstarvi millum vinnuvirki og Fróðskaparsetrið ella gransk­ ing­ar­stovn ƒƒ at vinnuvirki ber ein lutfalsligan part av kostnaðinum (t.d. krónu-fyri-krónur-háttin) ƒƒ og at ein miðvís ætlan fyriliggur fyri gransking og miðling. Mælt verður til, at Granskingarráðið umsitur játtanina og ger nærri reglur fyri at tilluta granskingarstuðul. Harumframt eigur Fróðskaparsetrið og vinnulívið í Føroyum at fara í skipað samstarv til at eyðmerkja vinnuliga týdningarmikil øki, har ið virðisøking fæst við gransking og nýskapan. Átøk um útbúgving og gransking 4. Samstarv um hægri útbúgvingar millum lærustovnar Framhaldandi búskaparvøkstur er treytaður av, at vinnu­lig­ir førleikar eru til taks í Føroyum. Til hetta krevst, at ung hava møguleika eisini at taka vinnu­ vend­­ar útbúgvingar. Í løtuni verða nakrar vinnu­vend­ar út­búgv­ingar bodnar út í Føroyum; sum dømi kunnu nevn­ast HD, teldustøðingaútbúgving, aka­demi-útbúgv­ ing, tøknifrøðilig útbúgving, maskin­meist­ara­útbúgving o.s.fr.21 verður tað meira lokkandi hjá ungum at taka eina styttri hægri útbúgving í Føroyum heldur enn aðrastaðni. Har­ um­framt kann tílíkt samstarv skapa grundarlag fyri at økja um útboði av styttri hægri útbúgvingar. Skal slíkt samstarv eydnast, er neyðugt, at neyv sam­ skip­an er millum stovnarnar um innihald og dygd í út­búgv­ing­unum. Maður í 30-árunum, búsitandi í Føroyum: Átak 4 Eg kundi hugsað mær, at styttri hægri útbúgvingar, sum vóru meira vinnuvendar og praktiskar, kundu verið ein góður møguleiki hjá føroyskum ungdómi, t.d. innan útflutning, sølu og marknaðarføring, logistikk og framleiðslu, sum jú er tað, ið landið livir av. At skipa samstarv um hægri útbúgvingar, t.e. bæði stuttar, miðallangar og langar, millum lærustovnar xx Endamálið er, at tað verður meira lokkandi at taka styttri hægri útbúgvingar í Føroyum (serliga vinnuvendar útbúgvingar). xx Málbólkurin er tey, sum skulu velja útbúgving. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 250.000 kr. um árið í 2014 og 2015 í eini royndartíð. Tá ið ung fara undir útbúgving, hevur tað týdning at vita, hvørjar møguleikar tey hava eftir lokna útbúgving. Sum nú er, hava lesandi, sum taka tær vinnuvendu út­ búgv­ing­arnar, ið nevndar eru omanfyri, fáar møgu­leik­ar at taka ein yvirbygning í Føroyum, sum leggur upp fyri fyrru útbúgvingini á ein skipaðan hátt. Til at bøta um hesi viðurskifti verður skotið upp at stovnseta eitt skipað samstarvsráð millum læru­stovn­ arnar. Arbeiðsbólkurin hevur tosað við fleiri læru­ stovn­ar, og taka teir undir við hesum sjónarmiði. Við at styrkja samstarvið millum stovnarnar verður møgu­ ligt at økja um útboðið av útbúgvingum og at tryggja møgu­leikar fyri framhaldandi lestri í Føroyum. Har­ um­framt kann tað vera neyðugt við samstarvi tvørtur um landamørk við aðrar lærustovnar fyri at fáa eina viður­kenda heildarútbúgving. Hesi tilgongd kann eitt sam­starvs­ráð eisini virka fyri. Í hesum átaki verður mælt til, at eitt skipað samstarv millum útbúgvingarstovnar í Føroyum verður sett í verk. Tílíkt samstarv eigur at hava skrivara ella sam­ skip­ara, sum stendur fyri arbeiðinum og sum vísir til eitt samstarvsráð fyri teir útbúgvingarstovnarnar, ið taka lut. Arbeiðsbólkurin mælir til, at peningur til eitt hálv­dags­starv, fyribils í tvey ár, verður settur av til hetta enda­mál. Útbúgvingarstovnar kunnu í felag gera av, hvar við­ kom­andi er staðsettur. Ein fyrimunur, sum kann fáast burtur­úr, er eisini, at læraratilfeingið verður brúkt meira skynsamt, og tí er eisini hugsandi, at hesin kost­ nað­ur lutvíst ella heilt kann sparast inn aftur. Tann mest eyðsýndi fyrimunurin av einum miðvísum sam­starvi millum lærustovnarnar er, at lesandi fáa betri møgu­leikar at skipa sína útbúgving í Føroyum. Sostatt Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  29 Átøk um útbúgving og gransking 5. Kveikjandi lestrarumhvørvi At byggja út Fróðskaparsetur Føroya Lestrartíðin er eitt tíðarskeið í lívinum, har ung menn­ ast persónliga og broyta samleika. Gransking vísir, at eitt gott umhvørvi hevur grund­leggjandi týd­ning fyri, hvussu ung laga seg til og trívast í nýggju støðuni og lívinum sum lesandi22. Kvinna, tannáringur, búsitandi í Føroyum: Eitt universitet við einum universitetsumhvørvi! Setrið er spjatt, eingin felagsskapur og einki kollegium sum so. Er tað lokkandi fyri ung, sum vilja lesa? Nei! Undirvísingin er fín, men vit eiga at skapa lektiukaféir, savna universitet og kollegium á einum øki! Møguliga eisini felagsrúm og bókasavn, fimleikahallir o.s.fr. Tað hevði ið hvussu er fingið meg at verða verandi!!! Eg elski jú Føroyar :) Arbeiðsbólkurin hevur fingið nógvar viðmerkingar um vantandi lestrarumhvørvið í Føroyum – bæði í fokus­­ bólk­um og í viðmerkingum um heimasíðuna. Eftir við­­merk­ingunum at døma er einki at ivast í, at unga ættar­liðið velur útbúgvingarstovnar, sum hava liv­andi og kveikjandi lestrarumhvørvi, framum. Tørvur er á, at lestrarumhvørvið verður raðfest sum ein natúr­lig­ur liður í menningini av Fróðskaparsetri Føroya og hægri lestri sum heild í Føroyum, og er tað eisini ein av avger­ andi fortreytunum fyri samfelagsligu og bú­skap­ar­ligu menn­ing landsins. Nøktandi fysiskir karmar eru ein fortreyt fyri at skapa eitt lestrarumhvørvi, sum kann tryggja góðsku og sum er lokk­andi hjá lesandi og hjá starvsfólki. Harumframt vísa royndir aðrastaðni, at fysisku karmarnir verða rað­ fest­ir frammarlaga, tá ið ung velja hægri læru­stovn23. Við ver­andi karmum hjá Fróðskaparsetri Føroya er tað ikki lætt at skapa eitt livandi og framtakshugað um­ hvørvi. Fróð­skaparsetrið húsast í fleiri smáum eindum, sum hava við sær, at tann dynamikkur, sum er við til at gera ein hægri lærustovn lokkandi hjá lesandi og starvs­ fólki, saknast. 30  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Sostatt er neyðugt at skapa eitt miðsavnandi um­hvørvi á Fróðskaparsetri Føroya. Eitt miðsavnað um­hvørvi kann gerast eitt savningarstað hjá lesandi á Fróð­ skap­ar­setrinum, hjá starvsfólkum og granskarum og kann harumframt veita lesandi, sum taka útbúgving sum fjarlestur, møguleika at hittast í einum størri lestrarumhvørvi. Átak 5 At knýta Fróðskaparsetur Føroya saman við útbyggingum xx Endamálið er at skapa fysisku karmarnar, sum eru ein fortreyt fyri einum lokkandi universitetsumhvørvi og ein fortreyt fyri at menna Fróðskaparsetur Føroya. xx Málbólkurin er ung, sum fara undir lesnað, starvsfólk og aðrir brúkarar av Fróðskaparsetri Føroya. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið – í samstarvi við Fróðskapar­setur Føroya. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 175-250 mió. kr. Bygging og umbygging liðug í seinasta lagi 2017. Mælt verður til at skapa eitt umhvørvi, sum bindur eindirnar saman á Fróðskaparsetri Føroya. Eitt um­ hvørvi við felags bókasavni, matstovu, felagsrúmi og arbeiðs­rúmi o.s.fr. gevur lesandi og starvsfólki nógv betri møguleikar at vera saman og arbeiða saman. Kvinna í 40-árunum, búsitandi í Føroyum: Eg droymi um, at vit kundu havt eitt størri lestrarumhvørvi og at vit kundu havt ein universitetsbý við skilagóðum og ambitiøsum ungdómi, sum eisini torir og hevur stundir at vera við í samfelagskjakinum og samfelagslívinum. Í 2010 bað stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya eitt arkitektavirki gera eitt skitsuuppskot til heildarætlan um at byggja út Fróðskaparsetur Føroya á Debesartrøð/ Átøk um útbúgving og gransking VÍÐKING AV CAMPUSUMRÁÐINUM NÝGGJ INNKOYRING TIL FRÓÐSKAPARSETRIÐ OG PARKERINGSØKIÐ SERNÁMSDEPILIN VENJINGARSKÚLIN LÆARARASKÚLIN PARKERINGSHÚS 230 BILAR HÁSKÚLIN HAVSTOVAN NÝGGJUR BYGNINGUR NÝGGJUR BYGNINGUR VINNUHÁSKÚLIN CAMPUS HEILSUFRØÐILIGA VÍÐKING AV CAMPUSUMRÁÐINUM LANDSBÓKASAVNIÐ Útbyggingar av Fróðskaparsetri Føroya á Debesartrøð/Frælsinum Frælsinum, soleiðis at virksemið, sum í dag er spjatt runt í býnum, verður miðsavnað. Tað hevur avgerandi týdning fyri Fróðskaparsetur Føroya eisini at brúka fysisku karmarnar til at gera universitetið meiri lokkandi og vælvirkandi. Ein útbygging er tí ein fortreyt fyri at menna eitt hægri lestrarumhvørvi. Eitt veruligt kampus savnar deildir, starvsfólk og lesandi og fær ein sjónligan samleika í býarmyndini. Debesartrøð/Frælsið er væl hóskandi øki og er staðsett í vøkrum umhvørvi mitt í býnum, og harumframt eru granskingarstovnar, Landsbókasavn og Vinnuháskúli á sama øki. Eftir at hava kannað fyrivarni og fortreytir meta arki­ tekt­arnir, at tað er møguligt at byggja eitt kampus­um­ hvørvi, sum vit kenna frá øðrum hægri læru­stovn­um. Skitsu­uppskotið (sí omanfyri) býður til, at ein byg­ning­ ur á 5.000 fermetrar verður bygdur á økinum, har so­ nevnda Bátahøllin í dag er staðsett. Harumframt verð­ur mælt til at byggja ein nýggjan bygning við parker­ings­ økið í Nóatúni. Fyri at hesar ætlanirnar kunnu frem­jast, er neyðugt við einum nýggjum atkomuvegi frá Fræls­ in­um, fram við Háskúlanum. Harumframt má havast fyri­lit fyri byggisamtyktum og økisfriðingum. Í øðrum byggistigi verður skotið upp, at Læraraskúlin/ Venj­ingarskúlin verður umbygdur og nýmótansgjørdur til at hýsa lestrar- og granskingarvirksemi. Tórshavnar komm­una hevur ynski um at yvirtaka vøllin við Lær­ara­ skúlan og leggja graslíki á hann. Høvið eigur at verða nýtt til at gera ein parkeringskjallara undir gras­líkis­vøll­ in­um. Hann hevði nøktað tann stóra tørv á park­er­ing, sum er á økinum og gjørt ætlanina møguliga. Ein ætlan um at skapa eitt miðsavnandi lestrar­um­ hvørvi á Fróðskaparsetrinum eigur eisini at fevna um einar 20 – 60 lestraríbúðir sum eitt kollegium (sí eisini átak 6) á kampusøkinum. Hesar lestraríbúðir kunnu eisini skapa ein serligan smidleika hjá gestalærarum, styttri skeiðslesandi og hjá skiftisnæmingum. Uppskot til útbygging og umbygging 1. Byggistig: ƒƒ Bygging av nýggjum bygningi á 5.000 fermetrar til Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  31 Átøk um útbúgving og gransking ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ fyrilestrasalir, lesisalir, samkomustað til lesandi, matarhøll, umsiting og undirvísing á økinum, har „Bátaneystið“ á Debesartrøð stendur. Bygging av nýggjum bygningi á 2.500 fermetrar til at hýsa undirvísing og gransking. Hann verður bygdur í Nóatúni nærindis Havstovuni og Vinnuháskúlanum. Universitetsbókasavn. Nýggj atkoma frá Frælsinum til Nóatún. Ferðslan í dag til Nóatún gongur gjøgnum Hornabø. Parkeringsøkið við Læraraskúlan/Venjingarskúlan verður víðkað. Um verandi vøllur verður nýttur til endamálið, kann pláss fáast til 230 bilar. Gjørligt er at leggja dekk á, sum kann vera undirlag undir einum komandi nýggjum vølli. Kostnaður 1. byggistig (leyslig meting) ƒƒ Bygging av nýggjum bygningi á 5.000 fermetrar 100 -150 mió. kr. ƒƒ Bygging av nýggjum bygningi á 2.500 fermetrar 50 -75 mió. kr. ƒƒ Nýggj atkoma, parkeringardekk og vøllur 25 mió. kr. 2. Byggistig ƒƒ Samskifti hevur javnan verið millum Tórs­havn­ar komm­unu og Mentamálaráðið um, at Venj­ing­ar­ skúl­in verður umbygdur til uni­versi­tets­virk­semi. 32  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Byg­ning­urin er eldri enn 40 ár og krevur nógvar ábøt­ur fyri at kunna lúka nútímans krøv. Hinvegin er stað­setingin framúr góð, tá ið hugsað verður um at mið­savna gransking og hægri lestur á Debesartrøð/ Nóa­túni og á Frælsinum. Eingin kostnaðarmeting fyriliggur fyri 2. byggistig. Loysnin, sum er skotin upp, er munandi bíligari enn at byggja nýtt Fróðskaparsetur á øðrum stað. Hon er skjót at seta í verk, og hon knýtir – til fyrimunar fyri allar partar – Fróðskaparsetrið natúrliga at øðrum stovnum í grannalagnum, sum hava nær skylt virksemi. Harafturat er staðsetingin inni í býnum í sjálvum sær sera nógv verd fyri lestrarumhvørvið. Mett verður, at væl fleiri eisini velja at verða verandi í Føroyum eftir loknan lestur, um hetta átak verður framt, og tað kann upp á 10 ár geva samfelagnum 500 mió. kr. í inntøkum fyri hvørji 100 lesandi (sí fylgiskjal 5), og við støði í tí er kostnaðurin av at byggja út Fróð­skapar­setrið ikki so høgur. Átøk um útbúgving og gransking 6. Kveikjandi lestrarumhvørvi At byggja kollegium/lestraríbúðir24 At víðka um lestrarmøguleikarnar ella at betra um lestr­ ar­um­hvørvið á Fróðskaparsetrinum er ikki nóg mikið í sjálv­um sær til, at ung velja at lesa í Føroyum, ella at ung vel­ja at flyta til Føroya at lesa. Lívið skal livast sam­ stund­is – bæði tann stuttligi og tann álvarsami parturin. Sum heild er føroyski bústaðamarknaðurin alt ov eins­ hátt­aður, og eisini er bústaðarkostnaðurin í sambandi við leigu alt ov høgur serstakliga í Havn. Hetta styðjar á ongan hátt undir eitt kveikjandi lestrarumhvørvi, sum eis­ini megnar at draga lesandi til sín. Her saknast eitt ella fleiri stór kollegii eins og fleiri lestr­ ar­íbúðir at leiga. Tann ungdóms- ella lestrar­ment­anin, sum eyðkennir kollegiilívið, er nærum ikki til í Havn. Nógv betraðu samferðsluviðurskiftini hava eisini havt við sær, at tað er lættari at koyra millum bústað á bygd og útbúgvingarstað í Havn, og tað er ikki til fyrimunar fyri at skapa eitt dynamiskt lestrarumhvørvi. Maður í 30-árunum, útiseti Tað (at fáa fólkavøkstur) kann gerast við góðum lestrar­møgu­leikum, samstundis sum tey viðurskifti, sum hoyra til, eisini eru til staðar. Tað merkir bú­ stað­ar­møgu­leikar, helst í form av kollegium, fyri trivnað og ungdómsmentan. Harumframt hava pør ella lesandi við børnum sera fáar møguleikar at liva í einum veruligum umhvørvi, har hægri útbúgving er teirra felagsnevnari. Havnin hevur heldur ikki ein bústaðamarknað, sum megnar at møta tí smidleika og flytføri, sum eyðkennir altjóða út­búgv­ ingar- og granskingarumhvørvið, har lesandi, lærarar og granskarar virka og hava bústað í ymsum londum í styttri tíðarskeið. Avbjóðingin er tí at skapa loysnir, ƒƒ har lesandi fáa atgongd at munandi betri møgu­ leik­um at leiga kollegii- og lestraríbúðir í hósk­andi støddum og virkisføri í mun til tørv og til ein bíligan leigukostnað, og sum styðjar undir uni­versi­tets­ menn­ingina, lestrarumhvørvið og eitt fjølbroytt býarog mentanarumhvørvi. Átak 6 At byggja kollegii- og lestraríbúðir til bíligan leigukostnað sum part av lestrarumhvørvinum í Tórshavn xx Endamálið er at styrkja lestrarumhvørvið við at fáa til vegar munandi fleiri kollegii- og lestrar­íbúð­ir til ein bíligan leigukostnað, so at lesandi í nógv størri mun eru savnað um útbúgv­ing­ar­staðin. xx Málbólkurin er lesandi í Føroyum og lesandi, sum í styttri ella longri tíð koma til Føroya at lesa. xx Ábyrgdari: Bústaðir – í samstarvi við Tórshavnar komm­una, Fróðskaparsetur Føroya og møgu­liga aðrir íleggjarar. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Íløgu­kost­nað­urin av lestraríbúðum skal undir van­lig­um for­treyt­um vinnast innaftur yvir ár við leigu­gjøldum (sí tó eisini á næstu bls.). Fyri­reik­ing og bygging fer fram 2013 – 2018. Hetta átakið fevnir um fleiri viðurskifti, sum hava til enda­máls at skapa eitt lestrarumhvørvi í og kring út­ búgv­ing­ar­staðin eisini í frítíðini. Til tess krevst m.a. at byggja kollegii- og lestraríbúðir, sum skulu vera bíligar at leiga. Ein fortreyt er eisini ein miðvís savnan av út­ búgv­ingum og útbúgvingarstovnum fyri at økja um talið á lesandi. Havnin eigur at vera universitetsbýur, og tað samsvarar væl við ætlanirnar hjá Tórshavnar kommuna um Havn­ ina sum altjóða universitetsbý. Í Keypmannahavn er lutfallið av ungdóms- og lestr­ ar­íbúðum uml. 18% í mun til heildartalið á lesandi25. Eitt mál hjá Bústøðum og Tórshavnar kommunu kundi verið, at lutfallið í Havn skal vera har á leið ella hægri. Í fyrstu atløgu eigur størri dentur at verða lagdur á at byggja kollegii- og lestraríbúðir til lesandi, sum eru á hægri útbúgvingarstigi enn miðnám, og sum tí í stóran mun hava tilknýti til Fróðskaparsetrið og út­búgv­ing­ar­ stovn­arnar á Debesartrøð. Í løtuni eru um 600 lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  33 Átøk um útbúgving og gransking svarar til, at í Havn áttu at verið uml. 120 lestraríbúðir. Miðnámsskúlalesandi eru ikki íroknað. Størsta avbjóðingin í sambandi við lestraríbúðabygging er kostnaðurin. Minni íbúðirnar eru, jú kostnaðarmeiri eru tær fyri hvønn fermetur. Bústaðapolitikkur landsins er fyri stóran part latin í hendurnar á Bústøðum og komm­un­un­um at útinna. Tó so hevur landið ábyrgd av lóg­givnu fortreytunum, sum Bústaðir og kommunan virka undir fyri at fremja so bíliga bygging sum til ber. Hetta skal viðvirka til, at rakstur og leiga verða so lág sum møguligt soleiðis, at leigan er í samsvari við fíggjar­ orkuna og stuðulsmøguleikarnar hjá teimum les­andi. Vísast skal í hesum sambandi á, at landið í løgtingslóg um bústaðarhús til fólk í útbúgving, við seinni broyt­ ingum26 longu hevur møguleika at veita stuðul til bygg­ ing av kollegium við upp til 65% av byggi­kost­nað­in­um við rentu- og avdráttafríum lánum umframt at veita rakstrarstuðul. Stuðulsskipanin er ikki nýtt nógv, men landið eigur eisini at taka hesa lóggávu í álvara í øll­um førum sum part av tí at fara undir kollegiibygging og at menna lestrarumhvørvið. Sum lógin nú er orðað, kann stuðul einans verða veittur til kollegium, sum eru sjálvs­ ognarstovnar. Neyðugt er tí at broyta lógina, so til ber at veita stuðul, hóast Bústaðir standa fyri verk­ætlanini. andi búgva so nær miðbýnum og Fróð­skap­ar­set­ri­num/ kam­pus­økinum, sum til ber. Komm­unu­skúlin, sum bý­ ráðið longu hevur avgjørt ikki skal nýt­ast til skúla aftur, kundi verið nýttur sum mið­býar­kollegium ella sum íbúða­bygningur við lestraríbúðum. Ymsar fyrireikingar eru í gongd við at staðseta og byggja lestraríbúðir. Við støði í hesum er møguligt at staðseta tær fyrstu 120 lestraríbúðirnar soleiðis: ƒƒ 20-60 sum kollegium við kampusøkið á Fróð­skapar­ setrinum ƒƒ 20-60 við Marknagil ƒƒ 20-60 býtt á: Oman Mattalág, Berjabrekku 3, mið­ býin, t.d. Kommunuskúlin og Dalavegur Átaksætlan 2013-2014 ƒƒ Bústaðir, Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetur Føroya seta sum mál, at í minsta lagi 20% av teim les­andi á Fróðskaparsetrinum skulu hava møgu­ leik­ar at leiga eina kollegii- ella lestraríbúð til bí­lig­ an leigukostnað. Hetta býður til, at menningin av Fróðskaparsetrinum, sum ætlandi um nøkur ár skal hava dupult so nógv lesandi, og byggingin av nýggjum lestraríbúðum fylgjast og styðja hvørt annað. ƒƒ Bústaðir og Tórshavnar kommuna byggja fyrstu 25 lest­ rar­íbúðirnar, sum verða tøkar til skúlaársbyrjan 2014. ƒƒ Bústaðir og Tórshavnar kommuna byrja fyrstu kollegii­ Eitt annað fíggjarligt amboð, sum landið kann brúka fyri at stimbra henda partin av lestrarumhvørvinum, er endur­rindan av MVG-útreiðslum í sambandi við bygg­ ing av leiguíbúðum. Landsstýrið hevur sent uppskot til løgtingslóg í Løgtingið27. Bústaðir hava eisini ymsar møguleikar viðvíkjandi lánsfígging við at áseta lága rentu við longum avdráttaráramáli og harumframt at miðsavna rakstur og umsiting av íbúðunum. Fyri bæði Bústaðir og kommununa er galdandi, at bygging og umsiting av íbúðunum er uttan vinning. Ein avbjóðing í mun til kostnað er eisini at finna ein hósk­andi leist fyri lestraríbúðir bæði í stødd, tal á rúm­ um, felagsrúmum o.ø. Eitt dømi kundi verið lest­rar­íbúð á 40 m2, við tveimum rúmum og felagskøki og bað, til tveir persónar – ein slík íbúð kundi verið bygd fyri uml. 6 – 800.000 kr. svarandi til 3 – 4.000 kr. um mán­aðin. Býarskipanarlig avbjóðing er eisini at finna hósk­andi staðseting til kollegium og lestraríbúðir, so at tey les­ 34  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur byggingina, har ið 35 íbúðir verða tøkar til skúla­árs­ byrjan 2015. ƒƒ Bústaðir, Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetrið leggja ætlan fyri komandi útbyggingar árini 20152018. Lestrarárini er tíðarskeiðið í lívinum, har ið fólk t.d. kunnu finna sær maka og annars festa røtur, og er tað gott, um tað fer fram í Føroyum heldur enn í øðrum londum. Ung hava lutfalsliga fáar fastar útreiðslur og spara lítið upp, og samstundis hava tey nógva orku og arbeiða í frítíðini. Tí hava tey nakað av tøkum peningi, og tey sóknast eftir somu vørum og tænastum, sum ung aðrastaðni sóknast eftir. Hettar fjølgar um matstovulívið, náttarlívið og upplivingarvinnuna, sum mennist. Eisini skapa tey trivna í miðbýnum, sum hevur tørv á fólki og lívi. Eisini gagna tey tænastuvinnuni og ferðavinnuni við tað, at tey at arbeiða í frítíðini, og tey hava góðar førleikar til hesi størv. Átøk um útbúgving og gransking 7. Útbúgvingarskrá Yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikar í Føroyum Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at ung velja at útbúgva seg í Føroyum, er, at tey vita, hvørji útbúgvingartilboð eru. Hóast talið á útbúgvingum í Føroyum er avmarkað, eru tað tó samanumtikið nógv ymisk tilboð, serliga tá ið parttíðarútbúgvingar og staklærugreinir verða tiknar við. Ung í Føroyum hava lætta atgongd at yvirlitum yvir út­búgvingarmøguleikar uttanlands. Tað skal vera eins lætt at fáa yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikar í Føroyum. Átak 7 At gera útbúgvingarskrá fyri allar føroyskar útbúgvingar (eftir fólkaskúla) xx Endamálið er at menna eina skipaða kunning um útbúgvingartilboð í Føroyum og harvið fáa størri eftirspurning eftir útbúgvingum í Føroyum. xx Málbólkurin er tey, sum skulu velja útbúgving heilt frá miðnámi til yrkisútbúgvingar og hægri útbúgvingar, ið kunnu vera stuttar, miðallangar og langar. xx Ábyrgdari: Studni samskipar vegna útbúgvingar­ stovnarnar. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 90.000 kr. í 2014 og síðan 70.000 kr. um árið. Fíggjað av útbúgvingarstovnum, fakfelagi o.ø. í felag. Arbeiðið kann byrja í 2013. Mælt verður til at gera eitt heildaryvirlit (útbúgv­ing­ ar­skrá) soleiðis, at tað verður lætt og ómakaleyst at síggja, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru í Føroyum. Ein útbúgvingarskrá eigur at vera talgild og vera tøk á al­net­inum soleiðis, at tilfarið lætt kann dagførast, so hvørt sum nýggjar útbúgvingar, nýggj skeið o.tíl. verður boðið út. Hetta gevur eisini útbúgvingarstovnunum ein pall afturat at marknaðarføra síni útbúgvingartilboð á. Kvinna í 40-árunum, búsitandi í Føroyum: Eg minnist til, tá ið eg sjálv var um at vera liðug við mína miðnámsútbúgving, so ognaði eg mær eina bók um „Hvad kan jeg blive”– eina uppslagsbók um, hvørjar útbúgvingar eg kundi taka í Danmark...men her saknast, at føroyskir skúlar eru úti og bjóða seg fram, reklamera fyri sær sjálvum. Ein verkætlan er longu í gongd um at gera eina út­búgv­ ing­ar­skrá. Tað er S&K Felagið o.o., sum hava stuðlað ein­ari útgávu, sum Føroya Ungdómsráð (FUR) stendur fyri. Eftir ætlan verður útbúgvingarskráin givin út í bók á vári 2013. Um tað skal vera ein fastur árligur táttur, er umráðandi at tryggja, at framtíðarútgávur fáast í eina fasta legu. Tí er semja millum arbeiðsbólkin, S&K Felagið og FUR um, at samskipanaruppgávan eigur at vera kjølfest í almenna geiranum, men við fram­hald­ andi samstarvi við FUR. Ein møguleiki er, at ein almennur stovnur, sum t.d. Studni, fær ábyrgd av at samskipa útbúgvingarskránna, ið kann skipast sum ein heimasíða (sum t.d. www. ug. dk). Studni kann dagføra skránna, so hvørt sum nýggj ella tillagað útbúgvingartilboð eru boðin út. Fleiri leikarar (t.d. Vinnuháskúlin, S&K Felagið, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Handilsskúli, Tekniski Skúli og Tekniski Skúli í Klaksvík o.o.) hava sagt seg vera áhugaðar í at vera við í tílíkum samstarvi og eru sinnaðir at fíggja eina útbúgvingarskrá framyvir. Á tann hátt kann hugsast, at tað í minni mun verður tørvur á, at einstøku útbúgvingarstovnarnir framleiða egið lýsingartilfar. Ein tílík heimasíða gevur nógvar aðrar møguleikar. Eitt nú ber til at marknaðarføra útbúgvingarmøguleikar við talgildum tíðindabrævi og aðrastaðni á netinum. Um fólk velja at lesa í Føroyum, er størri møguleiki fyri, at tey verða verandi í landinum ella koma aftur eftir styttri uppihald uttanlands. Sostatt er hetta samfelagsbúskaparliga ein góð íløga, tí fyri hvørji 100 lesandi, sum velja at brúka sína arbeiðsmegi í Føroyum eftir loknan lestur, gevur tað samfelagnum 500 mió. kr. í eyka vinningi upp á 10 ár (fylgiskjal 5). Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  35 Átøk um útbúgving og gransking 8. Lærlingar í almenna geiranum Ein fortreyt fyri, at landið hevur fólk við yrkis­út­búgv­ing­ um, er, at tað ber til at fáa lærupláss í Føroyum. Vinnu­ lívið hevur flest lærupláss, hóast talið á lærlingum hevur sveiggjað nakað. Eitt nú kann sigast, at í 2006 vóru 395 lærlingar, og í 2011 vóru bert 234 lærlingar. Tey eru nærum øll í privata geiranum. Almenni geirin hev­ur hinvegin nærum ongan í læru. Verður hugt at 2011, vóru einans 5 av teimum 234 lærlingunum í tí almenna (íroknað almenn partafeløg). Hetta svarar til bert 2%. Neyðugt er, at tað almenna eisini skapar læru­ pláss fyri at hava fólk við røttu førleikunum í landinum. Har­umframt skal ein støðug tilgongd av útlærdum fólki til fyri at kunna vera meistarar hjá nýggjum lærlingum. Átak 8 At seta krøv um lærlingar í almenna geiranum xx Endamálið er at tryggja eina støðuga tilgongd av fólki við yrkisútbúgvingum. xx Málbólkurin er almennir stovnar og myndugleikar. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin mettur kostnaður, men kann fíggjast av játtan hjá hvørjum einstakum stovni. Tilgongdin at seta lærlingar kann byrja í 2013. 36  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Mælt verður til, at krav verður sett til almennar stovnar og myndugleikar, sum hava ávísa stødd, um at hava ein ella fleiri lærlingar í starvi. Somuleiðis kann áheitan bein­ast til kommunur hesum viðvíkjandi. Fíggjarmálaráðið hevur í november 2012 sent eina tílíka áheitan til stovnar hjá landinum. Harumframt hevur Fíggjarmálaráðið í skrivi sagt, at „Landsstýrið umhugsar eisini møguleikan at seta kvotur á, soleiðis, at stovnar í ávísari stødd skulu altíð hava lærlingar, men í fyrstu atløgu kemur bara henda áheitanin.“ Hetta merkir, at ein kvotuskipan kann noyða stovnar, ið hava ávísa stødd, at hava lærlingar. Smærri stovnar kunnu sam­starva við aðrar stovnar um lærling. Leggjast skal afturat, at tað er umráðandi, at ein møgulig kvotu­skip­ an tekur støði í, hvussu stórur eftirspurningur er eftir fólki við ymiskum lærlingaútbúgvingum. Arbeiðs­bólk­ ur­in mælir til, at um ongar stórvegis broytingar verða í 2014, eigur ein kvotuskipan at verða sett í verk. Átøk um útbúgving og gransking 9. Almenn útboð og lærlingapláss í privata geiranum Kvinna í 40-árunum, búsitandi í Føroyum: Og har ung eru, koma fleiri ung til. Tí hevur tað eisini týdning at hava møguleika at fáa lærupláss í Føroyum. Í Føroyum er skipanin við læruplássum soleiðis háttað, at skalt tú fara í læru, krevst ein lærusáttmáli. Við øðrum orðum er neyðugt at hava lærupláss fyri at fara í læru. Setan av lærlingum er ofta knýtt at broytingum í virkseminum í landinum. Hetta merkir, at tá ið nógv virk­semi er í samfelagnum, eru ofta nógv lærupláss, men í verri tíðum eru færri lærupláss. Avleiðingin er, at spar­ingar í ringum tíðum ofta hava við sær, at tað eru ov fá útlærd fólk, tá ið virksemið økist. Privati geirin eigur nógv tann størsta partin av teimum lærusáttmálunum, sum verða gjørdir, og í átaki 8 verður mælt til, at almennir stovnar seta fleiri lærlingar. Tó kann tað almenna eisini í sambandi við útboð av al­menn­um uppgávum gera tað meira lokkandi fyri fyri­tøk­urnar at taka fólk í læru. Tí verður í hesum átaki mælt til, at í sambandi við størri almenn útboð er eitt av kapp­ing­ar­parametrunum, í hvønn mun fyritøkan hevur lærlingar. Átak 9 At seta fleiri lærlingar í privata geiranum xx Endamálið er at tryggja, at tað eru nóg nógv lærupláss til tess at nøkta eftirspurningin eftir fólki við yrkisførleikum í framtíðini. xx Málbólkurin er vinnan, sum sóknast eftir útbúnari arbeiðsmegi. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður at gera leiðreglur. Klárt í 2014. Skotið verður upp, at tað almenna í sambandi við útboð av vørum og tænastum leggur dent á, í hvønn mun fyri­tøkan hevur lærlingar og nýútbúgvin í fyritøkuni. Tað kann eitt nú verða lagdur dentur á hetta, tá ið tað almenna undangóðkennir fyritøkur til at geva eitt til­boð upp á eina veiting. Eisini kann tað vera eitt kapp­ingar­ para­metur í sambandi við útboð uttan und­an­góð­ kenning, har ið lóggávan loyvir tí. Fíggjarmálaráðið, sum varðar av økinum alment inn­ keyp, kann í rundskrivi gera leiðreglur hesum við­ víkjandi. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  37 Átøk um lívskorini í Føroyum 10. Bústaðamarknaðurin: At byggja leigubústaðir 11. Skattaumskipan 12. Arbeiðsfrádráttur fyri stakar uppihaldarar 13. At tillaga skipanina við fríplássi á dagstovnum 14. Hækkaður barnafrádráttur, frá og við triðja barni 15. Barsilsskipanin 16. At laga til starvsfólkapolitikkin hjá landinum og setanarviðurskifti 17. At betra umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek Arbeiðsbólkurin hevur fingið nógvar viðmerkingar um lív­skorini í Føroyum. Fólk sóknast eftir møguleikum at leiga íbúðir undir skipaðum umstøðum. Nógv hava sagt, at tað er ein forðing at flyta til Føroya, at leigu­ marknaðurin er so avmarkaður, samstundis sum tey bera seg undan at binda seg at keypa eini hús. Føroyar kenn­ast hjá mongum sum ein „endastatión“, sum ein les­andi tók til í einari bólkasamrøðu. Tey setast tí aftur, tí tey kenna tað soleiðis, at tey skulu vera púra vís, tá ið tey flyta, tí avgerðin tykist sera endalig. Sosialar veitingar eru áleið ájavn við tær í granna­lond­ um (sí eisini fylgiskjal 3). Tí eru eingi tilmæli um bein­ leiðis at tillaga sosialar veitingar. Ístaðin verður mælt til átøk, sum á annan hátt skuldu gjørt tað meira livi­ligt í Føroyum, t.d. eina skattaumskipan, og at lætta um hjá stakum uppihaldarum, sum eru í arbeiði. Í nógv­um førum eru stakir uppihaldarar kvinnur – og ikki minst orsakað av kvinnutrotinum í Føroyum, metir arbeiðs­ bólk­urin, at tað er alneyðugt at gera tað lættari hjá hesum bólki at búgva her á landi. Nógv hava viðmerkt, at tað er kostnaðarmikið at búgva í Føroyum. Samanborið við Danmark (har ein stórur part­ur av føroyingum uttanlands búgva) eru tað fleiri viður­skifti, sum gera seg galdandi. Lønirnar eru í fleiri førum lægri í Føroyum, livikostnaðurin er hægri, og har­umframt er einki bústaðarískoyti (boligsikring) í Føroyum. Hesi viðurskifti tilsamans hava við sær, at mong kenna, at tey hava færri pengar at brúka í Føroyum – serliga stakir uppihaldarar. Harumframt eru eisini átøk, sum hava til endamáls at skapa betri fíggjarligar umstøður kring tað at fáa børn. Føroyskar kvinnur eru frammanundan óførar at eiga børn, samanborið við onnur lond. Tó skulu fíggjarligu byrðurnar av at fáa børn avmarkast. 38  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átøk um lívskorini í Føroyum 10. Bústaðamarknaðurin At byggja leigubústaðir Oman Mattalág At hava nøktandi bústaðir er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at fólk støðast og at fleiri leggjast afturat. Maður í 20-árunum, útiseti: Beint nú – faktiskt tað einasta, sum beint nú er ein forðing fyri meg og mítt húsarhald, er, at tú ikki kanst leiga teg inn í eina trí- ella fýraverilsisíbúð fyri ein rímiligan penga. Tað at tað er kostnaðarmikið at flúgva og alt hatta har, tað er keðiligt, men tað er ikki ein forðing. Tað at noyðast at binda seg fyri 2,5 mió. krónur (at keypa eini hús), tað er ein ítøkilig forðing. Tað er ein „deal breaker“. At her eru ov fáir leigubústaðir, er ein tann størsta forð­ingin hjá mongum at vera búsitandi í Føroyum ella hjá útisetum at flyta aftur til Føroya. Eftir fleiri ár uttanlands er tað hjá mongum ein ov stórur biti at keypa hús og seta seg í skuld – og fleiri eru eisini tey, sum einki lán kunnu fáa. Hjá mongum, sum hava búð uttanlands í fleiri ár, er tað umráðandi at royna at búgva aftur í Føroyum, áðrenn tey skuldbinda seg. Bústaða­marknaðinum tørvar eitt størri, fjølbroyttari, betri og bíligari útboð av bústøðum, tí tað er ein fortreyt fyri, at fólk støðast og at fleiri leggjast afturat. Ver­andi útboð á føroyska marknaðinum er eyðkent av, at fólk búgva í egnum sethúsum. Til samanburðar er út ímóti einum fimtingi av øllum bústøðum í okkara granna­londum almennar leigu- ella lutabústaðir, ið virka undir væl skipaðum viðurskiftum. Okkara leigu­ marknaður er ikki skipaður í bústaðafeløg. Kvinna í 30-árunum, útiseti: Tá ið tað kemur til at fáa fólk heim aftur til Føroya, so verður enn dúvað upp á familjurnar at taka sær av teimum ungu. Tey, sum flyta heim, búgva ofta fyrst hjá foreldrum. Men hvussu við teimum útisetunum, sum ikki hava kjallaraíbúðir at flyta heim til? (Eg havi onga kjallaraíbúð hjá foreldrunum at flyta inn í). Í 2011 búðu 11% av fólkinum í Føroyum í leigu­ bústaði28. Sambært viðmerkingum, sum arbeiðs­bólk­ urin hevur fingið, er hetta lága talið eitt tekin um, at út­boðið av leigubústøðum er ónøktandi heldur enn, Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  39 Átøk um lívskorini í Føroyum at eingin eftirspurningur er. Bústaðamarknaðurin í Føroyum er einsháttaður, ótíðarhóskandi og ein forðing fyri, at fólk flyta til landið. Kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt, og bústað­ar­kost­ nað­urin er størsta upphæddin á familju­fíggjar­ætlanini. Tí er tað umráðandi at tryggja eitt fjølbroytt, smidligt og nøktandi útboð av ymiskum sløgum av bústøðum á ymiskum prísstøði kring landið. Á henda hátt kunnu for­treytirnar fyri fólkavøkstri stimbrast – í staðin fyri, sum nú er, at bústaðamarknaðurin í sær sjálvum kann virka forðandi fyri fólkavøkstri. Bústaðir hava lagt eina ætlan fyri at byggja leigu- og lutabústaðir komandi árini og skipa fyri, at: ƒƒ 100 leigubústaðir verða bygdar um árið komandi 5-7 árini ƒƒ Bústaðirnir verða til allan tørv, í øllum støddum og kring alt landi𠃃 Bústaðirnir lúka nútímans krøv, verða orkuvinaligir, smidligir og atkomuligir ƒƒ Húsaleigan verður so lág, sum til ber, og alt virksemið verður rikið skynsamliga og dygdargott. Kvinna í 20-árunum, útiseti: Útboðið av bústøðum skal fylgja lívsleiðini hjá fólk­in­ um. Yngri fólk, ið flyta heimanífrá og fara undir lest­ur ella í læru, ynskja sær helst minni og bíligar leigu­ bú­stað­ir. Snýr tað seg um pør, og tey fáa børn, kann tørv­ur vera á størri og dygdarbetri leigubústøðum ella luta­íbúðum. Størri familjur – við børnum, ið standa í vøkstri – hava tørv á meira plássi, og tær ynskja sær tí eini sethús ella størri íbúð. Men tørvurin, tá ið børnini eru flutt heimanífrá, fer kanska hinvegin, og fólk ynskja sær minni, lættari og bíligari bústaðir. Átak 10 At byggja 100 nýggjar leigubústaðir um árið komandi 5-7 árini xx Endamálið er at fjøltátta bústaðaútboðið, so tað nøktar tørvin um alt landið. (Bústaðir hevur sett sær hetta sum mál treytað av MVG-frítøku av bygging av leigubústøðum) xx Málbólkurin er øll, sum nú ella sum frá líður, hava annan bústaðartørv enn eini stór sethús. xx Ábyrgdari: Bústaðir, Fíggjarmálaráðið o.o. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Um hvør íbúð í miðal kostar 1 millión kr., fer ætlanin at kosta uml. 500 mió. kr. fram til 2018-2020. Eingin beinleiðis fígging skal fáast til vegar úr landskassanum. 40  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Bústaðamøguleikarnir forða fyri fleksibiliteti. At koma og so kanska eitt hálvt ár seinni fara avstað aftur. Bústaðir grunda sítt virksemi á royndir, sum grannalond hava gjørt gjøgnum áratíggju í sambandi við bygging, fígging, umsiting, bíðilistar, røkt, roknskap o.s.fr. Átøk um lívskorini í Føroyum 11. Skattaumskipan Tað eru nakrir grundleggjandi trupulleikar við føroysku skattaskipanini, sum kunnu forða fyri fólka­vøkstri í Føroyum. Tann fyrsta er, at skatta­trýstið er sera høgt, serliga á løn. Tann næsta er, at hátturin, ið vit krevja inn skattin eftir, er rætti­liga tálmandi fyri virkishugin, tí so stórur partur av skatt­inum verður lagdur á arbeiði. Tann triði er, at ein alsamt størri partur av fólk­inum í royndum ikki rind­ar skatt til lands- ella kommunu­kass­ arnar, og at skatta­byrðan á teimum, sum rinda skatt, tí al­samt økist. Harumframt eru eisini aðrir trupul­leik­ar í skatta­skip­an­ini, tá ið um ræður at skapa ein fjøl­tátt­ aðan bú­staða­marknað. Eitt nú verða leigu- og eigara­ bú­stað­ir ikki viðgjørdir eins skatt­liga, og hetta kann vera ein við­virk­andi orsøk til at leigu­bústaða­marknaðurin í Føroyum er so lítil. Hesir trupul­leik­ar verða nærri lýstir niðan­fyri. 1. Stórt skattatrýst Vit hava í Føroyum eins og í grannalondunum ein stóran almennan geira, sum m.a. framleiðir nógvar kapp­ing­ar­førar vælferðartænastur. Føroyar hava sam­ stundis eitt av heimsins hægstu skattatrýstum. Eitt ov høgt skattatrýst minkar um hugin at búseta seg í einum landi og kann harumframt minka um hugin at fram­leiða og at arbeiða. Harvið minkar eisini bú­skapar­ vøkst­urin, og tað verða færri størv í landinum, enn tað kundi verið. Skattatrýstið er eitt av fleiri viðurskiftum, sum fólk taka við í metingina, tá ið avgerð skal takast um, hvar ið tey vilja búseta seg. Umráðandi er tó, at arbeitt verður miðvíst við at royna at lækka skattatrýstið fyri tann breiða hópin av fólki, so tað ikki verður ov stórur munur á skattatrýstinum í Føroyum og í øðrum evropeiskum londum. 2. Skattaskipanin Spurningurin er so, hvussu skattainnkrevjingin kann verða skipað, so skattingin hevur sum minst ávirkan á hugin hjá fólki at framleiða virði í føroyska samfelagnum. Í dag stavar stórur partur av skattainntøkunum hjá tí almenna frá lønarskatti – partvíst landsskatti og partvíst kommunuskatti. Har­umframt eru onnur gjøld á lønarinntøku, sum eru markað til ávís endamál, eitt nú til ALS, Barsils­skip­an­ ina o.s.fr. Tá ið arbeiðsskatturin gerst ov høgur, minkar hugurin at framleiða virði, tí alsamt størri partur av løn­ini fer til felagskassarnar. Hetta er ein av or­søk­ un­um til, at fleiri lond, eisini í Norðurlondum, hava minkað um lønarskattin. OECD hevur eisini nýliga mælt Danmark til at flyta ein part av skattingini frá løn­ar­ skatti til aðrar minni tálmandi hættir at skatta, eitt nú bústaðarskatt29. 3. Alsamt smalri skattagrundarlag Samstundis sum arbeiðsskatturin er høgur í Føroyum, er tað ein alsamt vaksandi partur av fólkinum, sum í royndum ikki rindar skatt til lands- ella kommunu­ kassan. Hetta er ein samfelagstrupulleiki, tí um talið á skattgjaldarum minkar, samstundis sum trýstið á væl­ferðartænasturnar økist, økist eisini skattabyrðan hjá teimum, sum arbeiða og gjalda skatt í Føroyum. Hetta ger tað eisini torførari at lækka arbeiðsskattin fyri tann breiða hópin. Samstundis er tað eisini ein stórur trupulleiki hjá teimum kommunum, har ið stórur partur av borgarunum ikki rinda skatt. Sostatt eru fleiri trupulleikar í okkara skattaskipan, sum hava ávirkan á, hvussu áhugavert Føroyar eru sum samfelag at búseta seg í, og sum eiga at verða loystir. Mælt verður tí til eina grundleggjandi skattaumskipan, sum skal hava sum aðalendamál at flyta skattin frá arbeiði yvir á minni tálmandi skattavirði, t.d. bú­stað­ ir og ávísa nýtslu, uttan tó at hækka heildarinntøkur lands­kassans. Um hetta átak skal gera mun, má tað vera ein broyting, sum munar. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  41 Átøk um lívskorini í Føroyum Átak 11 At seta skattanevnd at gera tilmæli um skattaumskipan xx Endamálið er at gera tað meira lokkandi at arbeiða og at fáa breiðkað skattagrundarlagið, so skatturin fyri tann einstaka kann lækkast. xx Málbólkurin er løntakarar í Føroyum og alt samfelagið annars. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin bein­ leið­is kostnaður er av hesum átaki, men ein slík um­legg­ing krevur eina neyva fyrireiking, har eisini avleiðingarnar eru lýstar, áðrenn ein um­ skip­an verður sett í verk. Ein skattanevnd kann byrja sítt arbeiði longu í 2013 og verða liðug í 2014. Fleiri ymiskir hættir eru at krevja inn skatt, sum í minni mun ávirkan hugin at arbeiða, í mun til høga lønar­ skatt­­in, sum vit hava í dag. Hetta kann eitt nú vera at leggja skatt á bústaðir og á ávísa nýtslu. Fyrimunurin við eitt nú at skatta ognir 42  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur og/ella nýtslu er, at øll, sum búgva í Føroyum, rinda til almennu kassarnar, og tað ber tí til at lækka skattingina fyri tann breiða hópin. Ein eyka fyrimunur við at skatta nýtslu kann vera, at tað ber til at ávirka atferðina hjá borg­ar­un­um, eitt nú so nýtslumynstrið verður meira um­hvørvis­vinaligt. Harumframt er hugsandi, at um arbeiðs­skatt­urin verður lágur, fer tað at seta meira ferð á búskapin, eisini hóast inntøkurnar hjá tí almenna eru óbroyttar. Hetta snýr seg um grundleggjandi broytingar í skattaskipanini. Tí verður mælt til at skipa eina skattanevnd at greina møguleikar og avleiðingar av slíkari umlegging, og hvussu hon skal setast í verk. Ein annar møguleiki at breiðka skattagrundarlagið fyri at lækka skattin fyri tann breiða hópin kann vera at gera eina serliga tryggingarskipan, allir føroyingar yvir ávísan aldur skulu gjalda til, og sum skal fíggja ávísar vælferðartænastur. Ein slík skipan loysir ein part av vansunum við skattaskipanini, um gjaldið til slíka skipan verður knýtt at lønarinntøkuni. Átøk um lívskorini í Føroyum 12. Arbeiðsfrádráttur fyri stakar uppihaldarar Í øllum samfeløgum eru serliga stakir uppihaldarar við smáum børnum í fátækraváða í mun til aðrar samfelagsbólkar. Arbeiðsbólkurin hevur fingið nógvar viðmerkingar um hetta. Víst verður á, at stakir uppihaldarar ofta hava torført við at fóta sær í føroyska samfelagnum, serliga orsakað av høga kostnaðarstøðinum í Føroyum. Fyri at betra um lívskorini hjá støkum uppihaldarum verður mælt til at áseta ein arbeiðsfrádrátt til stakar uppihaldarar, so teir fáa betri ráð at liva í tí føroyska samfelagnum. Ein slíkur frádráttur hevði harafturat gjørt tað lættari hjá støkum uppihaldarum, sum búgva uttanlands, at flutt heim til Føroya. Ein annar fyrimunur við at seta í verk tílíkan arbeiðsfrádrátt er, at galdandi skattaskipan kann hava við sær, at hjá summum, serliga teimum við lágari inntøku, loysir tað seg illa at fara úr skipanum við ALS-útgjaldi og skattskyldugum almannaveitingum og út á arbeiðsmarknaðin. Átak 12 At áseta arbeiðsfrádrátt fyri stakar uppihaldarar xx Endamálið er at betra um lívskorini hjá støkum uppihaldarum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. xx Málbólkurin er stakir uppihaldarar. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 10 mió. kr.30 Kann setast í verk í 2014. Skotið verður sostatt upp at áseta ein arbeiðsfrádrátt til stakar uppihaldarar. Hetta kundi t.d. verið gjørt soleiðis, at tey, sum eru støk, hvørki gift ella hava nakran samliva og hava ábyrgd av børnum, í sambandi við skattauppgerðina fáa ein frádrátt í lønarinntøkuni á 20%, tó í mesta lagi 30.000 kr. árliga. Hesin frádráttur verður einans givin í lønarinntøku og ikki í aðrari skatt­ skyldugari inntøku. Hetta hevði havt við sær, at stakur uppi­haldari við einari lønarinntøku á 150.000 kr. ella oman­fyri fáa útgoldið áleið 1.000 kr. meira hvønn mánað. Kvinna í 20-árunum, búsitandi í Føroyum: Eg kom heim við einari útbúgving og sum nýútbúgvin eri eg á lægsta lønarstigi, havi SU lán og eri støk mamma. Eg havi brúk fyri mest, men havi kanska minst. Eg búgvi í eini sera lítlari íbúð í kjallaranum hjá mammu, eitt kamar, og tað er ikki optimalt. Nú siti eg tvey ár seinni - ENN í kjallaranum hjá mammu....tað er forbiðið súrt. Nú skal eg samla í nógv ár afturat, áðrenn eg kann nakað - og tá er tað ikki eina borg, sum eg ynski mær. Eg kanni møguleikar fyri at seta búgv og renni meg alla tíðina í múrar - tað ger meg troytta. Um eg hevði møguleika fyri at vera í einum leigubústaði fyri ein rímiligan kostnað, so var eg har í dag. Tað er dýrt, ógvuliga dýrt, fyri meg at vera í Føroyum. Eg haldi, at man er noyddur at góðtaka, at tað er ein bólkur í Føroyum, sum eru stakir uppihaldarar. Eg haldi, at vit gera nógvar íløgur í eldri fólk - men hvat við ungu familjunum? Eg sigi ikki, at tey tilkomnu einki skulu fáa, men hvat við teimum ungu? Um hetta átakið ger tað meira lokkandi at flyta til Føroya ella verða verandi í Føroyum, kann hesin peningur verða væl givin út, tí fyri hvørji 100 fólk vinnur samfelagið upp á 10 ár 500 mió. kr. (fylgiskjal 5). Átakið krevur eina broyting í Ásetingarlógini31. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  43 Átøk um lívskorini í Føroyum 13. At tillaga skipanina við fríplássi á dagstovnum Skipanin við fríplássum virkar soleiðis, at tey húski, sum hava inntøkur lægri enn uml. 240.000 kr., fáa fult frípláss á dagstovnum. Gjaldið fyri ansing hækkar so stigvíst við hægri inntøkum. Tá ið húskisinntøkan er uml. 284.000 kr., skal fult gjald rindast fyri at hava barn á dagstovn. At skipanin við fríplássum á dagstovnum er sett soleið­is saman, hevur við sær, at stakir uppihaldarar í roynd og veru arbeiða niðursetta tíð ella fyri lága løn. Hóast stak­ir uppihaldarar kundu havt møguleika at arbeitt meira ella skift til eitt hægri lønt starv, forðar skip­an­in fyri, at teir hava møguleika at betra um fíggj­ar­ligu við­ur­skiftini. Hetta verður lýst við døminum høgru­megin. Borgarar, sum hava árligar lønarinntøkur mill­um 65.000 kr. og 500.000 kr., hava eitt marginal­skatta­ pro­sent á 46% (við einum miðal­komm­unu­skatta­pro­ senti). Í verki virkar skipanin við frí­plássum sum ein stigvaksandi skattur, og myndin høgrumegin vísir, at veruliga marginalskattaprosentið í tal­strekk­inum 240.000-284.000 kr. er á 132%. Júst hetta strekkið rakar nógvar yrkisbólkar í Føroyum – t.d. sjúkra­røktar­ frøð­ingar, námsfrøðingar og lærarar. Um vit í døminum taka støði í einum persóni, sum fer upp í løn úr 19.500 kr. um mánaðin fyri skatt til 26.500 kr. um mánaðin (t.e. ein hækking á 7.000 kr. um mán­aðin), hækkar tøka inntøkan við bert uml. 250 kr. um mánaðin. Við øðrum orðum kann skipanin við 44  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Inntøka stakur uppihaldari við tveimum børnum - í barnagarðs- og vøggustovualdri 20000 19000 18000 17000 16000 360000 340000 320000 300000 280000 270000 260000 240000 235000 14000 220000 15000 200000 Tøk inntøka pr. mðr. Í øllum samfeløgum eru serliga stakir uppihaldarar við smá­um børnum í fátækraváða í mun til nógvar aðrar sam­­felags­bólkar. Skipanin við fríplássi á dagstovnum lættir lutvíst um hjá hesum bólki. Tey, sum hava eina inn­tøku, sum er niðanfyri eitt ávíst mark, kunnu fáa fult ella lutvíst frípláss á dagstovnum. Í roynd og veru eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum kunnu gera brúk av skipanini, tí húski við tveimum inntøkum fer vanliga fara upp um ásetta markið fyri frípláss. Árlig lønarinntøka fyri skatt fríplássum vera við til at halda støkum uppihaldarum føstum í eini láglønarstøðu. Tað er eisini ósunt fyri búskapin, at ein samfelagsbólkur hevur ein marginalskatt, sum er oman fyri 100%. Hetta virkar forðandi fyri, at fólk átaka sær meira arbeiði. Átak 13 At tillaga skipanina við fríplássi á dagstovnum xx Endamálið er taka burtur óhepnu avleiðingarnar í skipanini soleiðis, at tað er lønandi at arbeiða meira. xx Málbólkurin er stakir uppihaldarar og familjur við einari ella tveimum lágum inntøkum. xx Ábyrgdari: Almannamálaráðið, sum skal sam­ ráð­ast við Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Ógreitt, men hetta kann hava við sær mista inntøku fyri komm­un­ur­nar fyri barnagarðspláss. Tó kann rok­nast við, at arbeiðsútboðið økist hjá hesum bólki, og tað hevur við sær hægri skatta­inn­tøk­ ur. Miðað eigur at verða ímóti at seta til­lagaðu skip­anina í verk í 2014. Mælt verður til at tillaga skipanina við fríplássi á dag­ stov­num soleiðis, at óhepnu avleiðingarnar í verandi skip­an verða tiknar burtur. Hetta ber i sær at lækka rætt­in til frípláss meira líðandi í mun til inntøku. Ein tílík tillaging í skipanini tekur forðingar burtur fyri, at stakir uppihaldarar arbeiða meira og fáa hægri inntøku. Átøk um lívskorini í Føroyum 14. Hækkaður barnafrádráttur frá og við triðja barni Tá ið gjørt verður av, um ein yvirhøvur vil hava børn ella ikki, er tað sjáldan ein fíggjarligur spurningur. Men barna­talið kann vera ávirkað av fíggjarligum viður­skift­ um. Fyrr var heimið arbeiðsplássið hjá mammuni, og var barnauppaling sostatt í búskaparligum høpi at meta sum ein hjáframleiðsla í heiminum. At fáa nógv børn var sostatt lutfalsliga bíligt. Nú á døgum eru heimið og arbeiðs­plássið atskild, og barnauppaling kostar har­við tíð, sum annars kundi verði brúkt til arbeiði og út­búgv­ ing. Tað má ásannast, at nú á døgum er tað kost­nað­ar­ mikið at fáa sær nógv børn. Skotið verður upp at áseta ein hækkaðan barnafrádrátt til teirra, sum eiga fleiri enn tvey børn. Til hetta krevst ein lógarbroyting í ásetingarlógini33. Barnafrádrátturin í landsskattinum er í dag 6.500 kr. fyri hvørt barnið. Eitt uppskot kundi verið, at barnafrádrátturin fyri tvey tey fyrstu børnini verður tann sami sum í dag, og frádrátturin verður tvífaldur (13.000 kr.) frá og við triðja barninum. Átak 14 At áseta hækkaðan barnafrádrátt frá og við triðja barni xx Endamálið er at økja um talið á børnum í barnafamiljum. xx Málbólkurin er barnafamiljur. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 21 mió. kr.32 Krevur einans lógarbroyting. Kann virka frá 2015. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  45 Átøk um lívskorini í Føroyum 15. Barsilsskipanin Barsilsskipanin í Føroyum er, sum nú er, minni smidlig enn í flest øðrum Norðurlondum. Eitt nú ber aðrastaðni til at gera avtalur um at goyma partar av barnsburðarfarloyvinum til seinni. Harumframt er útgjaldingartíðin styttri í Føroyum – bæði til mammur og pápar. Hetta eru viðurskifti, sum gera umstøðurnar at føða børn minni góðar í Føroyum enn í okkara granna­londum. Tí er tað umráðandi at seta sjóneykuna á Barsils­skipanina sum eitt amboð at skapa góðar karmar kring tað at fáa børn. Barsilskipanin í Føroyum skal vera viðvirkandi til, at fólk velja at fáa børn her á landi, serliga tá ið havt verður í huga, at familjur ofta festa røtur, har ið børnini eru fødd. Harumframt kann barsilskipanin gerast eitt amboð at skapa betri umstøður fyri javnstøðu í Føroyum. Barsils­ far­loyvi til menn gevur pápanum betri møguleika at vera við í lívinum hjá barninum fyrstu tíðina, og tað kann ávirka, í hvønn mun foreldur býtast um uppgávur í sambandi við barnauppaling. Við longdum farloyvi til pápar eru tað eisini í størri mun bæði kynini, sum fara av arbeiðsmarknaðinum vegna barnsburð. Tað kann vera við til at ávirka hugburðin til javnstøðu í sam­ felagnum. Átak 15 At leingja barnsburðarfarloyvi við átta vikum og at skipa barsilsskipanina í ein grunn xx Endamálið er at gera tað meira lokkandi at føða børnini í Føroyum við at betra um karmarnar kring tað at fáa børn. xx Málbólkurin er familjur og komandi foreldur. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 16 mió. kr34. Fyrireikingararbeiðið kann gerast frá 2013 og setast í verk í 2015. Mælt verður til at leingja barnsburðarfarloyvi við átta vik­um. Harav skulu minst fýra av teimum markast til páp­an. Við hesum broytingum hevur pápin samanlagt 46  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur átta vikur, harav hann kann geva mammuni tvær vikur, um foreldrini eru samd um tað. Tær írestandi fýra vik­urnar (av teimum átta) kunnu mamman ella páp­in brúka. Harvið fer mamman framvegis at hava 14 vikur, ið bara hon kann taka, og talið á vikum, ið bæði for­eldr­ ini kunnu taka, økist úr 18 til 22 vikur. Foreldrini kunnu sostatt fáa barsils­pening í tilsamans 42 vikur. Skipanin fer tá at síggja soleiðis út: ƒƒ Markað til mammuna: 30 vikur, harav kann mamman lata pápanum 16 vikur ƒƒ Markað til pápan: 8 vikur, harav kann pápin lata mammuni 2 vikur ƒƒ Írestandi 4 vikur, sum kunnu býtast ímillum mammu og pápa Mælt verður til, at barnsburðarfarloyvið stigvíst verður økt og umskipað komandi fimm árini. Miðað eigur at vera ímóti einari skipan, sum líkist tí íslendsku, har mamman og pápin fáa hvør sín triðing av barns­burðar­ far­loyv­inum og síðan hava ein triðing av tíðini at býta millum sín. Soleiðis, sum barsilsskipanin er skipað nú, fer møguligt yvirskot í landskassan. Tey árini tá ið barsilsskipanini tørvar pening, er neyðugt at hækka gjaldið til barsils­ skip­anina. Hetta metir arbeiðsbólkurin er óheppið og mæl­ir tí til, at barsilsskipanin verður skipað sum ein grunn­ur. Á tann hátt er møguligt yvirskot framvegis í skipanini. Vinnumálaráðið hevur sett í gongd eina greining av barsilsskipanina, har ið skip­an­in sum heild skal eftirmetast. Hetta arbeiði skal vera liðugt á ólav­søku 2013. Arbeiðsbólkurin hevur tó mett, at tað er neyð­ ugt at gera tilmæli um at leingja barns­burðar­far­loyvið longu nú. Tilmæli um aðrar møguligar til­lag­ingar kunnu gerast eftir, at eftir­met­ingin av barsils­skip­an­ina er liðug. Átøk um lívskorini í Føroyum 16. At laga til starvsfólkapolitikkin hjá landinum og setanarviðurskifti Tilflyting úr útlond frá 2007-2011 Hóast ein stórur partur av teimum, sum flyta til landið, velja at búseta seg í Tórshavn, eru tað fleiri, sum hava eitt sterkt ynski um at búseta seg aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, ofta í ella nærindis heimbygdini. Eitt nú kann nevnast, at í fokusbólki í Suðuroy søgdu øll, sum luttóku, at tey tilvitað høvdu valt at búseta seg í Suðuroy. Um hetta ikki hevði verið gjørligt, høvdu tey heldur valt at verið verandi uttanlands. Kvinna í 30-árunum, búsitandi í Føroyum (úr fokus­bólkasamrøðu): Vit tosaðu um at flyta til Havnar, men tað bleiv beinanvegin feiað av borðinum. So verða okur í Danmark. Tí tað var eingin munur á at búgva í Havn og í Kjøbinhavn. Verður hugt at hagtølum um tey, sum hava búsett seg í størstu oyggjunum í tíðarskeiðinum 2007- 2011, sæst í talvuni høgrumegin, at tað eru nógv, sum búseta seg uttan fyri Tórshavn. Viðmerkjast skal, at hesi hagtøl einans vísa tilflyting og ikki fráflyting. Fleiri av teimum, sum búgva uttan fyri miðstaðarøkið, ferð­ast rættiliga langt fyri at koma til arbeiðis. Í 2010 var talið á fjarferðafólki (pendlarar) 3.000 fólk, sum í mið­al koyra 56 km um dagin til arbeiðis og heim aftur.36 Eitt nú vóru tað fleiri í fokusbólkinum í Suðuroy, sum annaðhvørt sjálv høvdu starv í Tórshavn ella høvdu mak­ar við starvi í høvuðsstaðnum. Tí er umráðandi, at arbeiðs­mark­naðurin ger sítt til, at hugburðurin er ja­ ligur til smidleika í starvsviðurskiftum. Átak 16 At laga til setanarpolitikkin og setanarviðurskifti hjá starvsfólki, sum ferðast langan veg til arbeiðis xx Endamálið er at gera tað so smidligt sum møguligt hjá fólki, sum ferðast langan veg fyri at koma til arbeiðis. xx Málbólkurin er tey, sum ferðast langan veg til og frá arbeiði. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður og kann setast í verk í 2014. 3910 4000 3500 3000 2500 2000 1422 1500 1000 605 0 520 397 500 177 Borðoy Eysturoy Streymoy Vágar Sandoy Suðuroy Við hesum átaki er ætlað, at almenni starvsfólka­poli­ tikk­urin og setanartreytir bæði skulu eggja og veita arbeiðs­gevarum betri heimildir at geva starvsfólkum møgu­leika fyri størri rásarúmi í mun til, hvussu arbeiðs­ lívið verður skipað. Her verður hugsað um at bjóða starvs­fólki t.d. heimastarvspláss ávísar dagar, har starvs­fólkið arbeiðir úr heiminum, longri, men færri arbeiðs­dagar, at møguleiki er fyri at arbeiða, meðan ferð­ast verður til og frá starvsstaðnum o.s.fr. Um­ráð­ andi er eisini at hava í huga, at fáa fólk møgu­leika at fjarferðast, kann tað skunda undir, at bú­stað­ar­komm­ unur fáa ein part í menningini á mið­stað­ar­økinum. Kvinna í 30-árunum, búsitandi í Føroyum (úr forkus­bólka­sam­røðu) um orsøkina at, at hon bert vil búseta seg í Suðuroy: Tað er familjan...tú hevur framvegis tveir tímar at sigla í staðin fyri tveir tímar at flúgva. Loysnirnar mugu sjálvsagt lagast til tørvin á starvs­stað­ num. Heitt verður eisini á vinnulívið um at taka tílík við­ ur­skifti við í sambandi við starvsetanir, har ið tað ber til. Hetta átak er serliga fyri at gera tað lagaligari fyri tey, sum vilja búgva uttan fyri høvuðsstaðin. Men tað fer eisini at gera tað lagaligari hjá fólki, ið ikki vilja gjalda so nógv fyri ein bústað í Føroyum, sum tað í dag kostar at seta búgv í høvuðsstaðnum. Tey fáa ein møguleika til at seta búgv uttan fyri Tórshavn fyri ein bíligari pening. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  47 Átøk um lívskorini í Føroyum 17. At betra umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek Í kanningararbeiðinum hevur arbeiðsbólkurin fingið fleiri viðmerkingar um, at umstøðurnar hjá familjum, sum hava børn við serligum tørvi, ikki eru serliga góðar í Føroyum. Tað hevur tíðum verið frammi, at børn við serligum tørvi og familjur teirra kenna, at tilboðini og heimildarfólkini eru spjadd millum fleiri myndugleikar. Avleiðingin er, at heilar familjur flyta av landinum av hesi orsøk. Ivasamt er, um Føroyar fara at veita nóg góð tilboð at nøkta allan tørv hjá hesum familjum. Tó so kann nógv gerast. Ikki minst tá ið tað ræður um at minka um óvissuna um, hvørji tilboð almenna skipanin veitir og nær og frá hvørjum myndugleika familjurnar kunnu vænta at fáa tilboðini frá. Semja tykist vera um, at hesi viðurskifti kunnu betrast munandi. Samgongan hevur sett sær fyri, at nakað munagott skal gerast fyri at fáa betri samskipan av tænastum til familjur, ið eiga børn, sum bera brek. Samstarv og samskipan er neyðug, um almennu tænasturnar til børn, ið bera brek, skulu fáast at virka nøktandi. Átak 17 At betra umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek xx Endamálið er at samskipa tænasturnar til familjurnar so tær fáa eina betri heildartænastu. xx Málbólkurin er familjur við børnum, ið bera brek. xx Ábyrgdari: Almannamálaráðið, Menta­mála­ráðið og Heilsumálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður. Royndarverkætlanin er liðug í 2014. 48  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Almannamálaráðið, Mentamálaráðið og Heilsumála­ ráðið eru samd um, at ítøkiligar loysnir skulu finnast, og at loysnirnar skulu finnast við støði í børnunum og familjunum, sum hava ein ávísan tørv. Aðalstjórarnir í hesum ráðum hava sett ein embætismannabólk til at finna ein ítøkiligan leist til at samskipa verandi tilboð og fyriskipanir við tí fyri eyga at veita eina samanhangandi heildartænastu. Sum eina roynd verður í fyrstu atløgu tikið støði í royndum hjá familjum, ið hava børn, sum hava sjúkueyðkennini autismu. Semja er millum ráðini um: ƒƒ at tørvur er á formligum samstarvi millum ymisku stovnarnir, sum veita tilboð til børnini/familjurnar, ƒƒ at tørvur er á at hava brúkaran í miðdeplinum, tá ið loysnir skulu finnast, ƒƒ at tørvur er á at hava fakfólk á økinum við, tá ið loysnir skulu finnast, ƒƒ at tørvur er á at hava familjurnar við, tá ið loysnir skulu finnast. Embætismannabólkurin ger nú kanningararbeiðið, sum tekur støði í royndunum hjá børnunum og familjunum. Við støði í hesum verður arbeitt við at seta arbeiðsbólkar við føstum arbeiðssetningum, ið fevna um gongdina: frá eygleiðing til sjúkuavgerð, frá sjúkuavgerð til tænastu og endaliga samskipan av tænastum. Tíðarætlanin fyri hesa verkætlan fevnir um eitt tíðarskeið á eitt til hálvtannað ár. Úrslitið av átakinum skal eisini kunna brúkast á øðrum økjum enn í sambandi við autismu. Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 18. Samband við útisetar 19. Vinnustarvslæra fyri nýútbúgvin við hægri útbúgving 20. Heimasíða, sum knýtir føroyskar arbeiðsgevarar til føroysk lesandi 21. Vegleiðaraskipan 22. Marknaðarføring av yrkismøguleikum á føroyska arbeiðsmarknaðinum 23. At styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini 24. Føroyingar uttanlands valrætt til løgtingsval Tað hevur verið sera týðiligt í arbeiðinum hjá arbeiðs­ bólkinum, at nógvir føroyingar uttanlands sakna tilknýti til Føroya. Hetta er serliga galdandi fyri tilknýtið til arbeiðsmarknað og faklig netverk. Nógvir útisetar hava ta fatan, at einki fakligt umhvørvi er í Føroyum og tað at fara til Føroya er at raðfesta yrkisleiðina lægri. Fleiri hava eisini nevnt prísin á loftvegis ferðaseðlum sum eina forðing fyri annaðhvørt at varðveita tilknýtið til Føroya ella at hava bústað í Føroyum. kennir tað sum, at hann hevur broytt seg ov nógv í mun til heimlandið. Neiliga ímyndin av Føroyum er ein stór avbjóðing, sum øll í landinum hava møguleika at ávirka. Ein liður í hesum er, at hvør einstakur okkara eigur at vera tilvitaður um ikki at spjaða og halda lív í mýtum um tað føroyska samfelagið. Samfelagskritikkur er ein av lívæðrunum í einum samfelagi, men neiligar mýtur, sum einki hald hava í veruleikanum, kunnu enda við at gerast veruleiki av sær sjálvum. Tá ið tosað verður um til- og fráflyting, er ímyndin, sum nógv hava av Føroyum, ein trupulleiki. Arbeiðsbólkurin hevur ta fatan, at bæði føroyingar í Føroyum og útisetar tíðum hava eina rættiliga neiliga ímynd av Føroyum. Harafturat hava fólk, sum flyta av landinum, við hvørt eina fatan av vantandi framburði í Føroyum. Ein útiseti skrivaði soleiðis í einum blaði37 herfyri: Heildarætlanin vísir á fleiri átøk, sum hava til endamáls at styrkja sambandið við útisetar og skapa møguleikar fyri dialogi millum føroyingar í Føroyum og føroyingar uttanlands. Á tann hátt vónar arbeiðsbólkurin, at ein miðil kann skapast, sum kann bera tær góðu søgurnar úr Føroyum, samstundis sum útisetar kunnu knýtast tættari at føroyska samfelagnum. Eg elski mítt land og eg havi sera sera nógv gott at fortelja um teg, men sum tað kundi verið deiligt, um tú eisini inn ímillum flutti teg eitt vet, tí eg flyti meg alla tíðina og so líðandi tykist tú mær so langt vekk, men tú hevur als ikki flutt teg. Arbeiðsbólkurin viðurkennir eisini týdningin av, at børn vaksa til og hava eina sterka sjálvsfatan – ikki minst fyri at viðvirka til eitt samfelag við einum høgum sjálvsáliti. Tí er í heildarætlanini eisini at finna átak, sum kann vera ein byrjan at hesi tilgongd. Orðini omanfyri umboða eina hugmynd av Føroyum, har viðkomandi, hóast hann er sera góður við landið, Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  49 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 18. Samband við útisetar Í Føroyum duga vit væl at hjálpa føroyingum at fara av landinum. Eitt nú er at nevna Føroyska Ráðgevingin í Keypmannahavn, sum hjálpir føroyingum, ið eru fluttir til Danmarkar, og harumframt ráðgevur ASK (Altjóða Skrivstovan) føroyingum, sum ætla sær undir lestur uttan fyri Føroyar. Tó eiga vit at gerast nógv betri til at røkja sambandið við føroyingar uttan fyri Føroyar og veita teimum kunning og ráðgeving í sambandi við heimflyting. Maður í 20-árunum, útiseti: Tú fært alla tíðina teldubrøv frá karrierusentrinum á universitetinum. Tú fært eitt showcase av møguleikum. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er upp á ein máta í bakgrundini – í skugganum... Tá tú fært sovorðin teldubrøv, so fært tú eina kenslu av, at tað upp á ein ella annan máta – tað er brúk fyri mær. Í arbeiðinum at gera heildarætlan er eitt av viður­skift­ un­um, sum er komið í ljósmála, at fólk ynskja at hava meira samband við Føroyar, tá ið tey búgva uttanlands. Fólk søgdu seg hava tætt familju- og vinatilknýti, men sam­bond, sum geva teimum tilknýti til fakbólkar, til arbeiðs­marknað og til arbeiðspláss, var nærum einki av. Hetta var nakað, sum serliga tey lesandi upplivdu sum eina forðing fyri: ƒƒ At skapa faklig netverk ƒƒ At fáa sambond í lag við arbeiðsmarknaðin ƒƒ At skriva uppgávur um føroyska samfelagi𠃃 At gerast starvslesandi ƒƒ At fáa starv í Føroyum eftir lokna útbúgving um meira praktiskar spurningar. Sum heild uppliva nógvir útisetar, at føroyskar skipanir eru ógvuliga ógjøgnumskygdar, og at tað ikki er lætt at fáa atgongd at upplýsingum í teimum. Hetta verður fatað sum ein forðing. Maður í 20-árunum, útiseti: Har er eingin„first point of contact“. Tað átti at verið ein reseptión á „Hotellinum Føroyar“, tú veitst... Eg áni ikki, hvat eg skal gera... Tað hevði verið nokkso upplagt við einari heimasíðu við sovorðnum upplýsingum... vegleiðing, grundleggjandi upplýsingum. Ein portalur fyri útisetar, har tú hevur eitt fakligt øki, eitt til vinnulívið og eitt við tílíkum, reint praktiskt, tú veitst – ein inngongd til Føroya Samanumtikið kann sigast, at nógvir útisetar kenna ein sera lítlan áhuga frá føroyska arbeiðsmarknaðinum og fakbólkum. Hetta var serliga galdandi hjá teimum les­ andi, sum tíðum høvdu vent sær til føroyskar myndug­ leikar, stovnar, felagsskapir og vinnulívið og sýnt áhuga t.d. fyri at søkja starv ella skriva uppgávu um føroysk viðurskifti. Tey kenna ofta, at áhugin frá arbeiðs­mark­ nað­in­um yvirhøvur er nærum eingin, samstundis sum tey fáa nógvar áheitanir frá karrieru­sentrum á læru­stov­ nun­um, har ið tey lesa. Tílík sambond kunnu gerast grundarlag undir starvi og yrkis­leið og hava tí avgerandi týdning fyri, um við­kom­ andi tekur avgerð um at flyta til Føroya. Tað er eingin ivi um, at hóast útisetar kenna Føroyar og hava búð her áður, er tað trupult at vera í einum øðrum landi, samstundis sum ein miðar ímóti at fóta sær í Føroyum. Tá ið útisetarnir so samstundis kenna tað, sum um arbeiðsmarknaðurin er so fjarur, og at landið ikki hevur stórvegis áhuga fyri, at tey venda heimaftur, kann tað alt ov lættliga henda, at dreymurin um at flyta aftur til Føroya ongantíð verður veruleiki. Harumframt vóru tað nógv, sum hildu tað vera sera trupult at fáa ráðgeving og finna upplýsingar í sambandi við tað at flyta heim. Her var ofta talan At Føroyar hava so lítið samband við útisetar, hevur tað óhepnu avleiðing, at teir við hvørt hava skeiva fatan av ymiskum viðurskiftum í Føroyum. Teir minnast aftur 50  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum á, hvussu føroyska samfelagið var, tá ið teir fluttu av landinum og halda kanska, at einki er broytt. Hetta kann skapa mýtur, sum ofta eru neiligar. Avbjóðingin er tí: ƒƒ At varðveita sambandið við útisetar, meðan teir eru staddir uttanlands. T.e. at fatanin verður lagað soleiðis til, at Føroyar verður roknaðar sum einar „størri Føroyar“, har nøkur eru (fyribils) stødd uttan fyri landoddarnar – men sum hóast alt hoyra til og kunnu geva íkast til samfelagið. ƒƒ At skapa smidleika og gjøgnumskygni í almennum og privatum skipanum soleiðis, at tað verður lætt at fáa upplýsingar, t.d. skipaða ráðgeving og kunning til útisetar í sambandi við nógv ymisk viðurskifti. Átak 18 At seta á stovn útisetastovu í Føroyum xx Endamálið er at styrkja tilknýtið, sum útisetar hava við arbeiðsmarknaðin og faklig netverk. Eisini er endamálið at hava samband yvirhøvur við føroyingar, sum búgva uttan fyri Føroyar. xx Málbólkurin er føroyingar, sum búgva uttan fyri Føroyar. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 1,5 millión kr. árliga. Fyrireiking í 2013 og játtan at byrja í 2014. Hetta átakið fevnir um nógv viðurskifti, sum hava til endamáls at hava samband við útisetar. Talan verður í veruleikanum um eitt slag av snarskivu, har útisetar kunnu fáa ymsa kunning ella kunnu beinast víðari til rættan myndugleika. Mælt verður til, at farið verður undir eina útisetastovu. Fyri at fáa samvirkandi fyrimunir eigur ein útisetastova at vera knýtt at einum verandi stovni. Tað má vera ein stovnur, sum frammanundan hevur borgaratænastu, og har týðandi partur av virkseminum snýr seg um tænastuveiting, samskifti, kunning o.s.fr. Sum dømi kann nevnast, at hendan uppgávan kundi hóskað væl inn í tað arbeiðið, sum Studni frammanundan fremur við Yrkistænastuni. Yrkistænastan virkar fyri at styrkja sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi við at venda sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys størv. Høvuðsuppgávur hjá útisetastovu ƒƒ Skráseta allar útisetar ƒƒ Vera ráðgevandi og kunnandi eind um føroysk viðurskifti mótvegis útisetum ƒƒ Veita teimum leiðbeining, sum vilja flyta/júst eru flutt til Føroya, um praktisk viðurskifti ƒƒ Standa fyri einari heimasíðu (ella portali) við kunning um: a. Hvussu útisetar kunnu fáa samband við arbeiðsmarknaðin og øvut b. Skipanir fyri starvslæru c. Hvørjar fyritøkur og almennir stovnar hava ítøkiligar verkætlanir, sum lesandi kunnu skriva høvuðsuppgávu um d. Faklig netverk e. Praktisk viðurskifti, t.d. tá ið ein skal flyta til Føroya f. At savna viðkomandi upplýsingar, ið finnast á øðrum heimasíðum (eitt nú hjá kommunum, TAKS, ALS o.s.fr.) ƒƒ Hava samband við útisetar, t.d. við tíðindabrævi, við starvsmøguleikum, jaligum søgum og øðrum, sum kann hava áhuga ƒƒ Senda karrierusentrum á lærustovnum aðrastaðni kunning, har ið føroyingar lesa, fyri at kunna um tiltøk og onnur viðurskifti, sum eru áhugaverd hjá lesandi Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  51 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum Kvinna í 30-árunum, útiseti: Eg sakni dialogin millum útisetan og tey heimabúgvandi; hví hoyra vit ikki søgur frá teimum, ið búgva heima?...Hvat meta tey kann gerast betur, og hvat er gott? Hvør er hugburðurin hjá teimum, ið búgva heima? Vilja tey hava okkum heim? Hvar eru sólskinssøgurnar? Myndin, sum útisetar hava av Føroyum, er eisini tíðum skeiv, og hava Føroyar á mangan hátt eitt vánaligt „image“ ímillum útisetar. Hetta hevur óivað samband við, at vit í alt ov lítlan mun hava sagt tær jaligu søgurnar – søgur um góð úrslit, framgongd og góð avrik. Mett verður, at hetta átakið veruliga kann gera mun og vera við til at broyta ímyndina av Føroyum. Harumframt kann átakið gera tað lættari hjá útisetum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og tað kann vera ein týðandi liður í at finna starv. 52  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Kostnaðurin fyri eina útisetastovu verður mettur at vera 1,5 millión kr. árliga. Hetta er fyri løn, skrivstovu og skrivstovuútgerð til ein samskipara umframt ein upphædd, ið skal fíggja heimasíðu, kunningartilfar, samskifti o.s.fr. Samfelagsbúskaparliga er átakið gott, tí tað kann vera við til at fáa fleiri at flyta heimaftur og kenna seg trygg við tað. Fyri at síggja vinningin í mun til kostnaðin av, at t.d. 10 fólk flyta heim, er tað vert 50 mió. kr. fyri samfelagið eftir 10 árum (fylgiskjal 5), og er tað sostatt møguleiki fyri nógv hægri vinningi, enn kostnaðurin er av hesum átaki. Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 19. Vinnustarvslæra fyri nýútbúgvin við hægri útbúgving Hjá nýútbúnum fólki er tað umráðandi at fáa rímiliga skjóta atgongd at arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa starvs­royndir og at royna sínar førleikar. Í tilgongdini at søkja størv er tað ein sannroynd, at nýútbúgvin eru í harð­ari kapping við tey, sum hava drúgvar arbeiðs­ royndir. Tað kann tí vera trupult hjá fleiri ungum at fáa fóta­festi á arbeiðsmarknaðinum, serliga í niður­gongu­ tíð­um. Tí kunnu skipanir sum vinnustarvslæra vera ein góð­ur háttur at knýta nýútbúgvin til arbeiðsmarknaðin. Maður í 30-árunum, búsitandi í Føroyum: Í staðin fyri at arbeiða fram ímóti at senda lesandi beinleiðis inn í ALS, tá ið tey koma heim, so átti VMR via ALS saman við vinnulívinum at funnið fram til eina ALS -stuðlaða vinnulívspraktikkskipan, sum frá fyrsta degi vildi knýtt tey arbeiðsleysu lesandi, sum koma heim, til føroyska vinnulívið. Í almenna geiranum í Føroyum eru nógv fólk við hægri útbúgvingum – bæði konufólk og mannfólk. Hinvegin sæst í fleiri pørtum av privatu vinnuni, at lutfalsliga fá fólk við hægri útbúgvingum eru í starvi. Orsakirnar kunnu vera fleiri. Tað kostar lutfalsliga meira at seta fólk við hægri útbúgvingum. Hetta er ein forðing hjá fleiri fyritøkum – serliga teimum smærru – og hjá teim­ um, sum ongar royndir hava av, hvat fyrimunurin er við at hava fólk við hægri útbúgving í starvi. Eitt nú vísti ein kanning38, sum Granskingardepilin fyri Sam­felags­ menn­ing hevur gjørt fyri ALS, at 65% av fyritøkunum, sum vóru við í kanningini, søgdu, at komandi árini tørvar teimum at seta fleiri fólk við førleikagevandi útbúgv­ingum, og 13% søgdu seg tørva fólk við før­leik­ um, men hava ikki ráð. Skipanir aðrastaðni við vinnustarvslæru hava roynst væl. Eitt nú kann nevnast, at í einari eftirmeting39 av bretsku starvslæruskipanini fyri nýútbúgvin søgdu tey flestu, sum tóku lut í sonevndu „Graduate talent pool“skipanini, at tey høvdu fingið nógv burturúr. T.d. ƒƒ høvdu fleiri tryggjað sær størv eftir, at starvslærutíðin var liðug, ƒƒ tey høvdu fingið royndir, ƒƒ hevði starvslærutíðin við sær, at tey gjørdu sær greitt, hvørja yrkisleið tey ynsktu sær og ƒƒ tey søgdu seg hava fingið økt sjálvsálit. Átak 19 At seta í verk vinnustarvslæru fyri nýútbúgvin við hægri útbúgving xx Endamálið er at skapa grundarlag fyri, at fleiri nýútbúgvin fólk kunnu fáa starv í privatu vinnuni, og at vinnan kann fáa gagn av framsøknum og ágrýtnum fólkum. xx Málbólkurin er nýútbúnir føroyingar við hægri útbúgving, bæði í og uttan fyri Føroyar. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 2 mió. kr. í 2014 í eini royndartíð við møguleika fyri at økja upphæddina til 3 mió. kr. árini 2015-19. Kann fyrireikast í 2013. Skotið verður upp at gera eina skipan við vinnustarvslæru fyri nýútbúgvin við hægri útbúgving. Ein tílík skipan virkar soleiðis, at fyritøkur, sum hava millum t.d. 2 og 30 starvsfólk, kunnu fáa ískoyti í seks mánaðir til at seta eitt fólk, sum hevur ávíst útbúgvingarstig. Treytir verða vanliga settar fyri at luttaka í skipanini, bæði til fyritøkuna og tann, sum settur verður. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  53 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum Fleiri fyrimunir eru við tílíkari skipan. Fyri starvsfólkið, sum nýliga er útbúgvið, kann ein vinnustarvslæra fyri nýútbúgvin: ƒƒ Gerast ein góð byrjan á yrkisleiðini og virka til, at viðkomandi fær royndir ƒƒ Geva atgongd at føroyska arbeiðsmarknaðinum og møguleika at fáa í lag sambond á arbeiðsmarknaðinum Fyri fyritøkuna kann vinnustarvslæra: ƒƒ Gerast eitt gott høvi at seta fólk við nýggjum førleikum, sum fyritøkuni vantar ƒƒ Geva fyritøkuni tilfeingi at loysa verkætlanir ƒƒ Geva fyritøkuni royndir í at seta fólk við hægri útbúgvingum 54  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Skotið verður upp at gera eina royndarskipan í 2014 og í fyrstu atløgu knýta 20-25 útbúgvin fólk til føroyskar fyritøkur. Ein kvotuskipan eigur at ásetast soleiðis, at helmingurin av peninginum verður tillutaður kvinnum. Hetta er ein háttur at royna at fáa kvinnur út í føroyskt vinnulív. Roynist hetta væl, verður skotið upp at hækka játtanina í 2015 og framyvir. Skotið verður upp, at ískoyti, sum arbeiðsgevarin fær til løn til starvsfólkið, er 12.50040 kr. um mánaðin í seks mánaðir. Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 20. Heimasíða, sum knýtir føroyskar arbeiðsgevarar til føroysk lesandi Tá ið lesandi eru stødd uttanlands í lestrarørindum, kann tað vera torført at koma í samband við føroyskar arbeiðs­gevarar eitt nú í sambandi við serritgerðir. Veg­ leið­arar og karrierusentur á útlendskum útbúgv­ing­ar­ stovnum kenna harumframt lítið og einki til føroyskt vinnu­lív og arbeiðsgevarar og beina tí í størstan mun tey les­andi til útlendskar arbeiðsgevarar. Samstundis kunnu føroyskir arbeiðsgevarar hava tørv á at fáa gjørt eina ella fleiri kanningar av viðurskiftum av týdningi fyri fyritøkuna. Tó kann tað vera torført at fáa yvirlit yvir, hvør lesur ávísar lærugreinir, og sum kundi havt áhuga at samstarva við fyritøkuna um at fáa lýst og viðgjørt ávís evni. Við hesum átaki verður mælt til at menna eina heima­ síðu, sum ger tað lættari hjá lesandi og arbeiðsgevarum í vinnulívinum í Føroyum at knýta sambond. Ætlanin er at skipa eitt betri samband millum les­andi og føroyskar fyritøkur við eini heimasíðu, har fyri­tøk­ urnar kunnu skráseta verkætlanir, sum tær kundu hugsað sær at samstarva við ein ella fleiri lesandi um. Eisini er ætlanin, at føroysk lesandi kunnu skráseta seg á heimasíðuni, so fyritøkurnar kunnu seta seg bein­leiðis í samband við tey, um tær heldur vilja tað. Í Íslandi hava tey góðar royndir við tílíkum verkætlanum, og hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ætlanir um at taka atlit til einari tílíkari heimasíðu úr Íslandi, sum hevur eydnast væl (http://www.verkefnamidlun.is/). Átak 20 At menna eina heimasíðu til at skapa fleiri møguleikar hjá lesandi at skriva og loysa uppgávur um føroysk viðurskifti xx Endamálið er at knýta sambond millum føroysk lesandi og føroyskar arbeiðsgevarar. xx Málbólkurin er føroysk lesandi og føroyskir arbeiðsgevarar. xx Ábyrgdari: Føroya Arbeiðsgevarafelag. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Føroya Arbeiðsgevarafelag fíggjar heimasíðuna. Heimasíðan verður klár seinnu helvt av 2013. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  55 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 21. Vegleiðaraskipan Lesandi leggja ofta grundarsteinarnar undir sína yrkis­leið stutt fyri og stutt eftir, at tey eru liðug við útbúgv­ingina. Undir lestri eru tað lærugreinir og val av ser­rit­gerð, sum beinir tey inn á ávísa kós, og eftir lokna útbúgv­ing verður fyrsta starvið ofta avgerandi fyri val av yrkis­leið. Um tann lesandi í hesum tíðarskeiðum hevur fingið eitt regluligt samband við eina føroyska fyritøku, økj­ast sannlíkindini fyri, at tann lesandi kann koma aftur til Føroya at arbeiða, eisini hóast viðkomandi skuldi valt at fingið sær nakrar royndir uttanlands fyrst. Ein sonevnd mentorskipan – ella vegleiðaraskipan – kann gera sítt til, at tey lesandi verða meira áhugaverd fyri føroyskar arbeiðsgevarar og kann samstundis skapa sam­band millum føroyskar arbeiðsgevarar og lesandi í Føroyum og uttanlands. Átak 21 At seta í verk vegleiðaraskipan fyri lesandi og nýliga útbúgvin xx Endamálið er at skapa grundarlag fyri, at fleiri nýútbúgvin fólk fáa starv í Føroyum. xx Málbólkurin er nýútbúnir føroyingar bæði í og uttan fyri Føroyar. xx Ábyrgdari: Føroya Arbeiðsgevarafelag fær í lag og samskipar samband millum áhugað lesandi og fyritøkur/vegleiðarar. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður, tó mugu tær fyritøkur, sum eru sinnaðar at luttaka, seta nakrar tímar av árliga hjá starvsfólki at virka sum leiðbeinarar. Tíðarnýtslan verður tó avmarkað (t.d. 6 tímar um árið). Skipan kann setast í verk í 2014. 56  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Mælt verður til at fáa í lag eina vegleiðaraskipan. Í einari slíkari skipan virkar eitt starvsfólk við vitan og við­kom­ andi royndum í einari fyritøku sum eitt slag av ráðgeva hjá tí lesandi. Uppgávan hjá einum vegleiðara er at geva tí lesandi leiðbeining um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið í privata vinnulívinum. Tað kann eitt nú vera í sambandi við at fáa skrivað eitt áhugavert CV, at greiða tí lesandi frá, hvørjir førleikar kunnu vera áhuga­verdir hjá føroyskum vinnulívi, at geva góð ráð í sam­bandi við setanarsamrøður og at miðla sambond við møguligar arbeiðsgevarar. Kvinna í 30-árunum, búsitandi í Føroyum, um sínar royndir við einum vegleiðara: Mentorin greiddi frá, hvat hann arbeiddi við og greiddi okkum frá um fyritøkuna. Tað var sera áhugavert og læruríkt fyri okkum lesandi at hava samband við vinnulívið og at fáa høvi at koma í dialog við ein, sum hevði lisið júst okkara lærugrein. Fyri at báðir partar skulu hava eina hilling á, hvussu nógva orku hetta krevur av starvsfólkinum, verður kravt, at tey starvsfólk, sum bjóða seg fram, í minsta lagi seta 6 tímar av árliga til at virka sum vegleiðarar. Um starvsfólkið í fyritøkuni hevur hug at seta meira tíð av til hetta, stendur tað teimum sjálvandi frítt. Royndir aðrastaðni vísa, at sambandið millum vegleiðara og lesandi eisini kann vera gevandi fyri vegleiðaran. Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 22. Marknaðarføring av yrkis­ møgu­leikum á føroyska arbeiðs­ marknaðinum At velja útbúgving ella yrkisleið er ein avgerð, sum hevur ávirkan langt fram í tíðina hjá tí einstaka. Tað er ein avgerð, sum er við til at skapa framtíðina. Tí hevur tað stóran týdning, at ung eru kunnað um, hvørjar starvs­møguleikar ymsu útbúgvingarnar hava við sær. Tá ið tað snýr seg um fólkaflyting, er tað umráðandi, at ung hava eina vitan um møguleikar á føroyska arbeiðs­ marknaðinum bæði her og nú og í framtíðini. Kvinna í 20-árunum, útiseti (úr bólkasamrøðu): Eg haldi, at tá tú velur at gera okkurt, tá ið tú...sum oftast ert so ungur, at tú hugsar ikki tíggju ár fram.... Tað haldi eg ikki er ein vinkul, sum kemur inn í myndina yvirhøvur, tá tú ert so ungur. Tú hugsar bara, at tað hevði eg viljað verið. Tað handlar bara um at realisera seg sjálvan. Eg haldi, at um tú hevði fingið meira vegleiðing...um onkur spurdi, hvar vilt tú vera um tíggju ár“...so kundi tú gjørt tær nakrar tankar, og so kundi útbúgvingin fylgt eftir tí. Ein onnur avbjóðing í fólkaflytingarhøpi er, at í útjað­ ara­samfeløgum við siðbundnum vinnum flyta kvinnur burtur – eins og í Føroyum41. Granskingarúrslit benda á, at arbeiðsmarknaðurin ikki er nóg lokkandi hjá kvinn­ um á útjaðaraøkjum42. Tær síggja færri starvs­møgu­leik­ ar í siðbundnu fiskivinnuni. Tí er tað serliga týðandi at vísa á starvsmøguleikar og møguleikar fyri yrkisleið fyri ung­ar kvinnur – eisini tá ið talan er um siðbundnu vinn­urnar í Føroyum. Ein óheppin, men vanlig, fatan millum útisetar er, at avbjóðingarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru sera avmarkaðar. Harumframt eru nógv av teirri fatan, at valið at flyta til Føroya ber við sær at velja familju framum og velja yrkisleið frá. Eisini hetta kom fram í kann­ingini hjá Norðuratlantsbólkinum, har 74% av teim­um spurdu søgdu, at tey annaðhvørt vóru „samd“ ella „sera samd“ við útsøgnina: „Fakligar avbjóðingar og fakligt umhvørvi vantar í Føroyum“ (s. 22). Veruleikin er allarhelst, at arbeiðsmarknaðurin hevur nakrar færri starvsmøguleikar samanborið við størri arbeiðsmarknaðir aðrastaðni – serliga tá ið sóknast verður eftir breidd á førleikum. Tó so metir arbeiðs­bólk­ urin, at fatanin, at ongar veru­lig­ar starvs­av­bjóð­ingar eru í Føroyum, er skeiv. Møgu­leik­arnir eru sjálv­sagt ikki teir somu, men hjá summum ber betur til at koma sær skjótt fram á yrkisleiðini í Føroyum. Flestu fyri­tøk­urnar og fyrisitingarligu eindirnar eru smáar, og er tað í minni mun smalar, háserkønar arbeiðsroyndir, ið ein fær. Men lítla umhvørvið hevur við sær, at fak­ligu avbjóðingarnar og fakliga ábyrgdin oftast eru stór. Tann, sum heldur seg framat og ikki er bangin fyri at leggja nógv fyri, hevur tí mangan framúr góðar møgu­leikar til veruliga at gera mun á egnum fakøki í Føroyum. Átak 22 At upplýsa um føroyska arbeiðs­markn­aðin og møguleikar í sambandi við yrkis­leið xx Endamálið er at veita kunning um møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum og at fáa fólk at broyta hugburð um vantandi starvsavbjóðingar í Føroyum. xx Málbólkurin er ung, sum skulu velja útbúgving, og úti­setar, men í báðum førum serliga við atliti at kvinnum. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 70.000 kr. í 2014 og síðan 60.000 kr. um árið. Mælt verður til, at í hesum átaki skal skipað kunning um møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum vera knýtt at tveimum verandi átøkum, nevniliga Markleys Útbúgving og útbúgvingarskránna, sum mælt verður til í átaki 7. Á tann hátt kann tilfeingið brúkast á skynsamasta hátt við góðum úrslitum. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  57 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum Samrøða millum tveir løgfrøðingar (báðir í 30-árunum) í fokusbólki í Danmark, har ið tosað verður um yrkismøguleikar í Føroyum: A: Sjálvt um eg kundi forfylgt eini karrieru her niðri, so hevur familja so nógv at siga fyri meg. At liva uttan familju er fyri meg ein ordiligur missur. At hava Vega, Cinimaxx og alt hetta her meti eg ikki er grundarsteinur fyri míni børn. B: So tit ætla tykkum heim? A: Ja. Vit ætla okkum heim í komandi ár. B: Men skalt tú arbeiða á Kiosk Vár ella okkurt sovorðið? Altso sum løgfrøðingur fært tú ikki realiserað teg. Markleys Útbúgving Ítøkiliga verður mælt til, at ein skipað kunning um møguleikar sum heild á føroyska arbeiðsmarknaðinum t.e. starvsmøguleikar, yrkisleiðir og avbjóðingar verður skipað í sambandi við tiltakið Markleys Útbúgving. Markleys Útbúgving er eitt afturvendandi árligt tiltak fyri fráfarandi næmingar á miðnámi. Høvuðsdenturin er útbúgvingarmøguleikar, men sum nú er, fevnir tiltakið ikki um føroyska arbeiðsmarknaðin og teir møguleikar, ið eru knýttir at honum. Luttøka hjá næmingum á tiltakinum Markleys Útbúgving er kravd, 58  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur og skulu allir tí møta. Sostatt er hetta eitt gott høvi at veita miðvísa kunning og ráðgeving um møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Kostnaður fyri luttøku og kunningartilfar til tiltakið Markleys Útbúgving er mett til 50.000 kr. árliga. Heimasíða Annar háttur at gera vart við yrkisleiðir og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum er at upplýsa um heimasíðu. Neyðugt er tó ikki at gera serstaka heimasíðu til endamálið. Heldur kundi ein loysn verið at skipa ein part á tí heimasíðuni (í átaki 7) við útbúgvingarskrá til hetta endamál. Sostatt kunnu átøk 7 og 22 knýtast saman. Her kann vera kunning og ráðgeving um starvsmøguleikar o.s.fr. Tílík kunning kann vera knýtt at teimum ítøkiligu útbúgvingartilboðunum, sum eru í Føroyum. Til ber eisini at veita breiðari kunning um fleiri viðurskifti, sum t.d. arbeiðsmarknað yvirhøvur, starvsmøguleikar, møguleikar at gerast sjálvstøðugur, um vinnuna og um almenna geiran. Kostnaður fyri at gera serstakan part av heimasíðu til hetta endamálið er mett til 20.000 kr. og hareftir 10.000 kr. fyri at røkja og menna síðuna framhaldandi. Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 23. At styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini Eitt vandamál, sum hevur verið afturvendandi í kann­ ing­ar­­arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum, er ímyndin ella fat­anin, sum føroyingar hava av Føroyum. Mong hava ov trupult við at fáa eyga á stórar partar av teim­um møgu­leikum, sum landið rúmar. Trupulleikar og vanda­ mál, sum javnan stinga seg upp í øllum sam­feløgum, sum vit kunnu bera okkum saman við, verða ofta fataðir sum serstøk brek við føroyska sam­felagnum. Eitt, ið bendir á hetta, er, hvussu ofta við­merk­ingin „typiskt føroyskt“ kemur fyri í orðaskiftum í sosialu miðlunum, og tað í neiligari merking. Neiligi hugburðurin til møguleikar í føroyska sam­ felagn­um kemur fyri ein part av veikari sjálvsfatan, har eisini føroyska málið hevur ein týðandi leiklut. Fyri ein part verður hendan skeiklaða myndin av veruleika og møgu­leikum í Føroyum løgd í okkum heilt frá barna­ árum. Eitt nú, at tørvilig málslig fyribrigdi, sum børn og ung kenna seg aftur í, ofta saknast í føroyskum, einki før­oyskt er í tøkniligu sosialu miðlunum, lítið føroyskt til­far er í undirvísingarhøpi o.s.fr. Átak 23 At styrkja sjálvsfatanina við fleiri ítøki­lig­um átøkum til at ávirka, hvussu skúla­børn uppliva og brúka føroyska málið xx Endamálið er at laða upp undir eina sannari, jaligari fatan av Føroyum og teimum korum og møguleikum, ið eru her á landi. Í fyrstu atløgu við at móðurmálið í størri mun skal vera natúrliga fyrsta valið – lykilin til alt annað. xx Málbólkurin er fyrst og fremst næmingar í fólkaskúlanum. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 2,5 mió. kr. í 2015 og 3 mió. kr. 2016-20. Fyri at styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barns­ beini mælir bólkurin tí til at seta í verk ítøkilig átøk at bøta um støðuna hjá móðurmálinum í øllum liðum í undir­vís­ingini hjá børnum. Skotið verður upp at marka pening á hvørjum ári til ítøki­lig átøk hesum viðvíkjandi. Fyrsta árið verður før­ oyskt mál lagt inn í brúkaramótið á First Class-skip­an­ ina, ið er samskiftisskipan, sum skúlaverkið nýtir. Átøk til komandi árini vera: ƒƒ Føroyskt mál á fartelefonir ƒƒ Føroyskt mál á nýtslumótini í ávísum forritum, so sum Office-pakkanum ƒƒ 100% føroyskt undirvísingartilfar í øllum læru­grein­ um upp á C-stig á miðnámi ƒƒ Skipað átøk at styrkja sambandið millum søvn, vinnu­lív og granskingarstovnar øðrumegin og fólkaskúlan hinumegin Tá ið tú hevur havt lærugrein á C-stigi á móður­mál­in­ um, hevur tú fingið nóg gott støði til, at fram­hald­andi lær­an kann vera á fremmandum máli43. Um útlendskt, teldu­tøkt tilfar verður týtt og lagað til føroysk viðurskifti í øllum lærugreinum, har tað kann verða gjørt uttan mun­andi innihaldsligan miss, ber til (við umrað­fest­ ing­um) at útvega hetta tilfar uttan stóran fígg­ing­ar­tørv, um skúlarnir taka tilfarið til sín beinan­vegin. Í ein­støk­ um lærugreinum, sum t.d. søgu, er neyðugt at gera upp­runa­ligt føroyskt tilfar, og her kosta bæði skriving og framleiðsla nógv. Metti kostnaðurin er 750.000 – 1.000.000 kr. til hvønn árgang/hvørt stig í hvørji læru­grein. Ókendur viðmerkjari: Týdningarmikið er longu frá barnaárum at gera børn­ini varug við alt tað góða og positiva, vit hava í okkara landi, at leggja niður í tey ein fostur­lands­ alsk, eina ábyrgdarkenslu eitt „drive“ til at vilja verða her. Fyrimunirnir við øllum átøkum eru, at tey eru ítøkilig og kunnu bera ávøkstur alt fyri eitt. Heldur enn at taka móti ávísum boðskapi, fara næmingarnir við hesum átøkum ítøkiliga at uppliva føroyskt sum eitt sjálv­ sagt amboð – og øvut verður í alt færri førum neyð­ugt at skifta mál og harvið at uppliva ítøkiliga – um enn óneyðuga – at føroyskt ikki røkkur til. Átøkini kunnu eisini slóða fyri, at føroyskt verður meira at­komu­ligt og natúrligt í øðrum pørtum av tøkniligu sam­skiftis­ miðlunum. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  59 Átøk um tilknýtið til Føroya og ímyndin av Føroyum 24. Føroyingar uttanlands valrætt til løgtingsval Stórur partur av fólkinum í besta aldri er uttanlands í út­búgv­ingar- ella arbeiðsørindum. Tey eru tí lítið virkin í felags­lív­inum í Føroyum, og okkum tørvar tey í politiska lív­inum. Í bólkasamrøðunum við føroyingar uttanlands kom greitt fram, at tey kendu seg fremmandgjørd frá poli­tisku skipanini í Føroyum, og tey kenna seg ikki um­ boðað á tingi. Kvinna í 20-árunum, útiseti: Men eg havi hug at siga, hvør umboðar hesi fólkini, tey, sum eru í hesum unga aldri, sum kanska fáa børn og sum eru aka­de­mik­arar og vilja heim aftur til Føroya. Hvørjum skulu tey atkvøða fyri? Hvønn skulu tey siga um, at hesin er komin fyri at tryggja okkara fram­tíð – tí tað eru jú nógv fleiri eldri fólk, og tá tey skulu velja, so velja tey eftir tí. Og so kemur eingin inn, sum kann umboða hesi fólk­ini, sum vilja sleppa heim til Føroya. Lesandi hava møguleika at skráseta seg og á tann hátt fáa valrætt til løgtingsval, men umstøðurnar eru ósmid­ ligar. Tey fata skipanina sum stirvna, og hon verður einans nýtt í avmarkaðan mun. Tey, sum ikki eru les­ andi, hava ongan rætt, sum er. Tá ið ein so stórur partur av unga ættarliðinum fer burt­ ur í onnur lond, kann Løgtingið, ótilvitað, vera við til at halda tey burtur úr Føroyum, tí ov lítið verður hugsa um áhuga­málini hjá hesum bólki. Vit síggja í sosialu miðlunum, at samskiftistøknin hev­ur við sær, at einki sjálvsagt einfalt samband er mill­um bústað og samleika. Tí er sjálvsagt at broyta val­skip­an­ ina samsvarandi, og soleiðis eggja til, at meira sam­band verður millum føroyingar uttanlands og sam­felagið heima – bæði lesandi og tey, sum eru burt­ur annars. Leggjast kann afturat, at tað eru nógv lond í heiminum, sum hava tílíkar skipanir, m.a. hava Ísland, Avstralia og Noregi tílíkar ásetingar í vallógini. Maður í 20-árunum, útiseti: Hatta við valrættinum – tað, at tú ikki ert umboðaður í Føroyum. Tað eru eisini nógv, sum arbeiða í eina tíð aftan á, at tey eru liðug at lesa – og sum ikki hava nakra ávirkan á, hvør er valdur. Ein kundi longt valrættin, – summi lond hava eitt áramál, og onnur geva borgarum valrætt fyri lívstíð. 60  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Bólkurin mælir til, at vallógirnar verða broyttar, soleiðis at føroyingar uttanlands varðveita valrætt og valbæri í sam­bandi við løgtingsval fyrstu 8 árini, ið tey eru uttan­ lands. Mælt verður til, at tey síðan kunnu søkja um at hava rættin 4 ár afturat. Broytingin hevur við sær, at samfelagið í størri mun fær ágóðan av okkara fólki í besta aldri, sum fyribils ikki búgva í landinum; tey verða við til at menna samfelagið og verða samstundis knýtt tættari at tí. Í mongum førum hava føroyingar einki í at velja enn at fara av landinum at nema sær útbúgving, tí útbúgv­ ing­in ikki finst her á landi. Eisini eru við hvørt yrkisligir fyri­munir við at vera uttanlands part av yrkisleiðini. Tí er rímiligt at taka hesi stig til tess at økja líkindini fyri, at føroyingar uttanlands varðveita tilknýtið til Føroya og kenna seg aftur í samfelagnum her. Føroyingar í arbeiðs­ørindum uttanlands eiga tískil at verða javn­sett­ ir við føroyingar í útbúgvingarørindum uttan­lands. Hetta kann økja um tilflytingina til Føroya, og gevur hetta Føroyum eitt størri fólkatilfeingi. Um bert ein úti­seti við hægri útbúgving flytur aftur til Føroya, gevur við­komandi landinum uml. 30 mió. kr. í inntøku í síni lívs­tíð (fylgiskjal 5). Her eru maki og børn ikki roknað uppí, sum aftur geva meirinntøku til samfelagið. Átak 24 At broyta løgtingsvallógina, so føroyingar varðveita valrætt og valbæri uttanlands xx Føroyingar uttanlands varðveita valrætt og valbæri í sambandi við løgtingsval fyrstu 8 árini, ið tey eru uttan­lands. Tey kunnu søkja um at hava rættin 4 ár afturat. xx Endamálið er, at skipanin við valrætti og valbæri í størri mun skal virka til at knýta samband millum skipanirnar her heima og føroyingar, sum búgva uttanlands. xx Málbólkurin er í fyrstu atløgu allir føroyingar, sum búgva uttanlands, men óbeinleiðis eisini politisku skipanirnar í Føroyum. xx Ábyrgdari: Innlendismálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Ávís starvsfólkaorka skal til at gera lógarbroytingina, men ógreitt er, um ein nýggj skipan førir við sær eyka kostnaðir. Skipanin kann virka frá ársbyrjan 2015. Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya 25. Arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir at leita eftir arbeiði 26. Nýútbúgvin – rætt til arbeiðsloysisstuðul 27. Stovnspláss framman undan flyting 28. Serskattaskipan fyri serfrøðingar 29. Meting av, hvørjar avleiðingar lógaruppskot hevur á fólkavøkstur Tey ungu í dag hava í minni mun enn fyrr eina greiða ætlan við lívinum. Tey hugsa sum heild sjáldan meira enn nøkur fá ár fram í tíðina og vilja fegin halda sínar møgu­leikar opnar. Tað er ein stór avgerð at flyta til annað land, og um tað ikki er smidligt at flyta til Føroya, verður tað torført at fáa tey ungu heim aftur. urin hevur uppskot til átøk, sum taka burtur nakrar av hes­um forðingum. Hjá nógvum, sum eru búsitandi aðra­staðni, kann tað vera trupult at leita eftir starvi í Føroyum, samstundis sum tey eru stødd langt burtur. Tí eru eisini átøk, sum hava til endamáls at gera tað lættari at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Í tilgongdini at gera heildarætlanina hava nógv víst á ítøkiligar forðingar fyri at flyta til Føroya. Arbeiðs­bólk­ Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  61 Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya 25. Arbeiðsloysisstuðul í tríggjar mánaðir at leita eftir arbeiði Meginreglurnar í norðurlendska millum­tjóða­sátt­mál­ anum um almannatrygging loyva fólki, sum fáa út­g jald úr einari arbeiðsloysisskipan, at fara til annað Norður­ land at leita eftir arbeiði. Í tríggjar mánaðir ber tí til at fáa útgjald úr arbeiðs­ loysis­skipanini í tí landi, har viðkomandi hevur bústað, og tískil ber til at vera í øðrum Norðurlandi og leita eftir arbeiði. Hesar áset­ingar eru sera viðkomandi, tá ið tað snýr seg um fólka­flyting, tí tær geva fólki møgu­leika at koma til Føroya at søkja sær starv í upp til tríggjar mánaðir og sam­stundis fáa útgjald úr arbeiðs­loysis­skipanini, har tey eru búsitandi. Treytin fyri framhaldandi útgjaldi er, at við­komandi ikki flytur bústað í tíðarskeiðinum. Hóast hesar reglur eru galdandi millum Føroyar og Norðurlond annars, eru tær tó ikki galdandi millum Føroyar og Danmark44. Støðan er tí tann, at har flestir úti­setar eru, nevniliga í Danmark, vanta rættindi, sum annars eru millum Føroyar og onnur Norðurlond. Fyri at broyta avtaluna millum Føroyar og Danmark krevst, at Vinnumálaráðið í samstarvi við ALS tekur upp sam­ráðingar við donsku stjórnina. Hesar samráðingar áttu at verið skjótt avgreiddar, tá ið havt verður í huga, at hetta eru rættindini, sum longu eru galdandi millum øll hini Norðurlondini. 62  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átak 25 At broyta avtaluna millum Føroya landsstýri og Arbejdsministeriet (um samskipan av arbeiðsloysistrygging millum Føroyar og Danmark), so hon viðurkennir rættindi í norðurlendska sáttmálanum hjá arbeiðsleysum at fara í annað Norðurland við rætti til arbeiðsloysisstuðul í upp til tríggjar mánaðir xx Endamálið er at gera tað lættari hjá útisetum, sum eru í arbeiðsloysisskipanini í Danmark, at koma til Føroya í upp til tríggjar mánaðir at søkja starv við arbeiðsloysisstuðli. xx Málbólkurin er føroyingar búsitandi í Danmark, sum fáa útgjald úr donskum A-kassa. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður. Arbeiðið kann byrja í 2013, og avtalan verða klár í 2014. Mælt verður til, at Vinnumálaráðið, í samstarvi við ALS, tekur upp samráðingar við donsku stjórnina fyri at broyta avtaluna millum Føroyar og Danmark um sam­ skipan av arbeiðsloysistryggingum. Hetta átakið er gott fyri samfelagið, tí vandi er fyri, at tey, ið eru liðug at lesa, verða bundin at útlendska sam­felagnum og tí velja ikki at koma heim aftur. Hetta átakið kann hava við sær, at fólk í størri mun flyta til Føroya. Og tað hevur stóran búskaparligan týdning, tí hvør persónur, sum flytur til Føroya at búgva, hevur stórt virði fyri føroyska samfelagið. Eru t.d. 100 flutt heim, er vinningurin fyri samfelagið 500 mió. kr. eftir 10 árum (fylgiskjal 5). Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya 26. Nýútbúgvin – rætt til arbeiðsloysisstuðul Sum í nógvum útjaðarasamfeløgum eru tey, sum flyta av land­i­num í størstan mun ung, sum ofta flyta í út­ búgv­ingar­ørindum45. Fyri at fáa so nógv heimaftur sum gjør­ligt eftir loknan lestur er ein av avbjóðingunum at gera tað lættari hjá teimum at flyta aftur til Føroya. Arbeiðsbólkurin hevur fingið nógvar viðmerkingar46 um, at ein ítøkilig forðing fyri at flyta heim aftur er, at ný­út­búgv­in ikki hava rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir loknan lesnað, eins og tey hava í eitt nú Danmark. Tey fata tað sum trupult at søkja størv og fáa sambond í lag við arbeiðsmarknaðin í Føroyum, meðan tey eru uttan­ lands og heldur ikki hava búð í Føroyum í longri tíð. Harafturat er tað eitt skeivt signal at senda teim­um, sum velja at førleikamenna seg og harvið frá­siga sær møgu­leikan at hava lønarinntøku í út­búgv­ing­ar­tíðar­ skeið­inum, at samfelagið einki vil bjóða teimum, fyrr enn tey hava fingið fótin fastan á arbeiðs­marknaðinum. Í roynd og veru kann vantandi møguleikin hjá nýútbúnum at koma í ALS-skipanina hava óhepnar avleiðingar. Tær eru: ƒƒ Tann nýútbúni/-a hevur ikki ráð at flyta til Føroya, so leingi viðkomandi ikki hevur fingið starv ƒƒ Tann nýútbúni/-a gerst partur av einum útlendskum arbeiðsmarknaði – annaðhvørt við at melda seg í arbeiðsloysisskipanina aðrastaðni ella við at fáa starv uttanlands, áðrenn viðkomandi hevur fingið starv í Føroyum. Flestar arbeiðsloysisskipanir krevja, at fólk alsamt virkin søkja arbeiði. Tá er sannlíkt, at hesi fólk, sum frá líður, finna eitt starv og harvið festa røtur í tí samfelagnum. Kvinna í 50-árunum, búsitandi í Føroyum: Eg haldi, at ung nýútbúgvin fólk, annaðhvørt tey eru útbúgvin her í Føroyum ella aðrastaðni, skulu fáa annaðhvørt ALS ella okkurt líknandi at liva av, meðan tey bíða eftir starvi. Júst umstøðurnar hetta tíðarskeiðið í lívinum eru kanska avgerandi fyri, hvar tey koma at støðast. Hetta er eisini í tráð við úrslit av kanningini hjá Norður­ atlantsbólkinum47, har eitt greitt samsvar er millum, hvussu leingi fólk hava búð í Danmark og hvar tey ætla sær at seta búgv. Kanningin vísti, at jú longur fólk høvdu búð í Danmark, jú færri vóru tey, sum søgdu seg vilja búgva í Føroyum. Annað, sum er áhugavert í hesum viðfangi, er, at kanningin eisini vísti, at eftir at fólk hava búð í Danmark í fýra ár, byrjar talið á teimum, sum vilja búgva í Føroyum, at lækka rættiliga nógv (s. 20). Tí er tað umráðandi at skapa møguleikar í Føroyum fyri ung at flyta aftur til landið eftir lokna útbúgving. Átak 26 At geva nýútbúnum atgongd at ALS-skipanini xx Endamálið er at gera tað lættari hjá nýútbúnum at flyta til Føroya eftir loknan lestur og at fáa tey, ið hava tikið hægri útbúgving í Føroyum, at verða verandi í landinum. xx Málbólkurin er tey, sum júst eru liðug við hægri útbúgving, annaðhvørt í ella uttan fyri Føroyar. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið saman við ALS. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 4,2 mió. kr. (sí fylgiskjal 6) úr ALS-skipanini. At seta í verk í 2015. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  63 Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya Við hesum átaki er ætlanin at eggja fólki at flyta aftur til Føroya eftir loknan lestur fyri at søkja starv og at eggja teimum, sum hava tikið framhaldslestur í Føroyum, til at verða verandi í landinum og søkja starv. Arbeiðsbólkurin metir, at skipanin eigur at fevna um tey, sum eru liðug við hægri útbúgving (t.e. styttri, miðal- og langar útbúgvingar48). Eftir hesum leisti er metti kostnaðurin 4,2 mió. kr. Viðmerkjast skal tó, at treytir, tíðarskeið og útgjald eiga at viðgerast nærri. Harumframt eigur at verða viðgjørt, hvussu hesin kostnaður skal fíggjast. Arbeiðsbólkurin hevur skotið upp, at tíðarskeiðið er 9 mánaðir, og sum frá líður kundi hetta verið hækkað. Til ber eisini at eftirmeta og tillaga skipanina eftir eina royndartíð. Við støði í tílíkum skipanum aðrastaðni er niðanfyri eitt uppskot til, hvussu ein føroysk skipan kundi verið háttað: ƒƒ At tilmelding í skipanina fer fram innan ein mánað eftir loknan lestur ƒƒ At nýútbúgvin fáa 80% av mest loyvda ALS-útgjaldi ƒƒ At tey nýútbúnu hava møguleika at vera í skipanini undir hesum treytum í 9 mánaðir. Búskaparliga hevur átakið stóran týdning. Kostnaðurin fyri føroyska samfelagið er nógv størri enn missurin er fyri at gjalda teimum arbeiðsloysisstuðul. Um ein ný­út­ búgvin fær arbeiðsloysisstuðul í seks mánaðir á 14.000 kr., tekur tað bert uml. 3-4 mánaðir við einum van­lig­ um starvi, til tað úr einum samfelagsligum sjónarmiði er afturgoldið. Orsøkin er tann, at viðkomandi hevur tá skapt vælferð (BTÚ) fyri tað, ið viðkomandi hevur fingið í ALS-stuðli (sí eisini fylgiskjal 6). 64  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya 27. Stovnspláss framman undan flyting Í tilgongdini at gera heildarætlan hevur arbeiðsbólkurin skilt, at óvissan um stovnspláss til børn við heimflyting kennist sum ein forðing hjá nógvum. Arbeiðsbólkurin hevur tosað við fleiri kommunur og hevur skilt, at av tí at barnatalið er í minking, ber til hjá teimum flestu at fáa stovnspláss til børnini til ásettu tíð. Tó so er avgerðin at flyta til Føroya fyri mong ein stór avgerð – serliga tá ið børn skulu flyta við. Tá ið barnafamiljur skulu taka støðu til heimflyting, er tí umráðandi, at tær í rímiliga góðari tíð vita við vissu, um til ber at fáa stovnspláss. Hetta hevur týdning í heildarmetingini, tá ið fólk skulu taka eina avgerð um at flyta og at taka av møguligum starvstilboði. Kvinna í 30-árunum, útiseti: Um ein vil hava stakar útisetar heim, so MÁ ein tryggja útisetum stovnspláss innan fyri ein ávísan tíðarkarm, tí serliga stakir uppihaldara kunnu ikki flyta heim uttan so, at tey kunnu vera trygg við at fara til arbeiðis mestsum beinanvegin. Hóast kommunur loyva børnum, sum ikki eru búsitandi í kommuni, at verða uppskrivað til stovnspláss framm­ an undan flyting, hava fleiri kommunur boðað frá, at tað eru ávísar forðingar (m.a. tøkniligar og um­sit­ing­ar­ lig­ar) í sjálvari tillutingini av plássum til børn, sum enn ikki eru flutt til landið. Neyðugt er at finna eina loysn, sum ger tað møguligt hjá kommununum at tilluta børn­um, sum standa á bíðilista og skulu flyta til landið, stovns­pláss í rímiligari tíð. Átak 27 At gera tað møguligt at fáa váttan um stovnspláss framman undan flyting xx Endamálið er at gera tað lættari hjá foreldrum at taka avgerð um at flyta til Føroya. xx Málbólkurin er barnafamiljur, sum búgva uttan fyri Føroyar. xx Ábyrgdari: Mentamálaráðið saman við kommununum. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður at gera mannagongdir, hóast hetta kann bera við sær ein kostnað fyri tillagingar av telduskipanum í nøkrum kommunum. At seta í verk í 2014. Mælt verður til, at Mentamálaráðið saman við teimum báðum kommunufeløgunum (Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag) fáa í lag felags mannagongdir fyri, hvussu stovnspláss verða tillutað børnum, sum standa á bíðilista. Upptøkureglur hjá kommunum líkjast nógv og hava heimild í Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, við seinni broytingum (§ 4, stk. 2). Greitt kunningartilfar eigur harumframt at gerast hesum viðvíkjandi. Sambært OECD hevur tað stóran týdning, at ser­liga barnafamiljur fáa góða viðferð í einum út­jaðara­sam­ felag (fylgiskjal 4), tí er hetta átakið sera eyðsýnt at seta í verk. Um hetta kann hava við sær, at fleiri útisetar flyta heim, er hetta rein inntøka fyri samfelagið, tí tað verður mett, at hvør útiseti, sum flytur heim, gevur sam­ felagnum eitt íkast á 5 mió. kr. eftir 10 árum. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  65 Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya 28. Serskattaskipan fyri serfrøðingar Ein serfrøðingur er ein persónur við serligari vitan ella ser­ligum førleikum á einum ávísum øki. Hann hevur vit­an og førleikar, sum tað tekur nógv ár at til­ogna sær. Snýr tað seg um kunnleikar, sum eru nógv eftir­ spurd­ir, verður serfrøðingurin at meta sum eitt av­ markað tilfeingi, sum tað er dýrt hjá vinnufyritøkum og stovnum at keypa sær. Høgi skatturin í Føroyum ger tað dýrari hjá føroyskum fyritøkum at kappast um ser­frøð­ina uttanlands, við tað at munurin millum tað, sum fyritøkan skal rinda, og tað, sum serfrøðingurin fær útgoldið, er rættiliga stórur. Eisini er tað soleiðis, at flest onnur lond hava tílíka skipan, og tað ger tað enn tor­førari hjá føroyskum fyritøkum at kappast. Skotið verður upp at seta í verk eina serskattaskipan fyri serfrøðingar. Ein møguleiki er, at hesir persónar, í staðin fyri vanligan skatt, rinda ein reinan bruttoskatt á eini 20-25%. Einføld, men strong krøv eiga at verða sett til, hvør kann koma undir skipanina, soleiðis at sloppið verður undan ov nógvari umsiting, og sleppast má eisini undan, at skipanin verður brúkt av vanligum løntakarum til at sleppa undan skatti. Eitt krav kundi verið, at persónurin ikki áður hevur havt fulla skattskyldu í Føroyum, og at skipanin í mesta lagi kann vera virkin í 3 ár fyri hvønn. Átak 28 At seta í verk serskattaskipan fyri serfrøðingar xx Endamálið er í størri mun at gera tað møguligt hjá fyritøkum at fáa serfrøðingar til Føroya. xx Málbólkurin er serfrøðingar uttanlands. xx Ábyrgdari: Fíggjarmálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður, og talan er um serfrøðingar, sum annars ikki høvdu komið til Føroya. Kann setast í verk í 2015. At fingið fleiri serfrøðingar til Føroya, í styttri ella longri tíðarskeið, hevði ment føroyska samfelagið og skapt framleidnisvøkstur. Her verður hugsað bæði um bein­leiðis tøkniliga menning og óbeinleiðis menning gjøgnum nýhugsan á ymiskum økjum. Serfrøðingar kundu økt um førleikarnar og fakliga sjónarringin hjá føroysku arbeiðsmegini. Átakið kann setast í verk við broyting í skattalógini49 og ásetingarlógini50. Tó er vansin við tílíkari skipan, at tað kann vera torført at lóggeva neyvt, hvønn skipanin skal fevna um. 66  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átøk um forðingar í samband við at flyta til Føroya 29. Meting av, hvørjar avleiðingar lógaruppskot hevur á fólkavøkstur Av tí at fólkaminkingin seinnu árini er vorðin eitt av størstu álvarsmálum í Føroyum, er neyðugt at hava fyrilit fyri hesum í øllum tí, sum tað almenna útinnir. Við øðrum orðum má fyrisitingin hugsa um, hvørt tær fyriskipanir og tann lóggáva, sum verða settar í verk, hava ávirkan, beinleiðis ella óbeinleiðis, á fólkaflyting. Í hesum viðfangi verður ítøkiliga sipað til lógaruppskot og í hvønn mun tey – ótilvitað – kunnu skapa forðingar fyri fólkavøkstri. Átak 29 At tillaga „Rundskriv um lógarsmíð“ viðvíkjandi partinum um avleiðingarnar av uppskotinum xx Endamálið er, at tá ið lógaruppskot verða gjørd, skal støða verða tikin til, í hvønn mun lógaruppskotið hevur árin á fólkavøkstur, jalig, neilig ella onga ávirkan. xx Málbólkurin eru starvsfólk í almennu fyrisitingini, sum standa fyri og skriva lógaruppskot. xx Ábyrgdari: Innlendismálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Eingin kostnaður. Kann setast í verk í 2014. Í Rundskrivi um lógarsmíð er ásett, at í viðmerkingunum til eitt lógaruppskot skal altíð sum kapittul 2 upplýsast og støða takast til ávísar avleiðingar av einum lógaruppskoti. Hesar avleiðingarnar eru settar upp í 10 ymiskar spurningar, sum viðvíkja fíggjarligum/búskaparligum avleiðingum, umsitingarligum avleiðingum, umhvørvisligum avleiðingum, avleiðingum í sambandi við altjóða avtalur og reglur og sosialar avleiðingar. Mælt verður til at seta „avleiðingar fyri fólkaflyting og fólkavøkstur“ afturat inn í uppskotið. Hetta kann tá vera við til at fáa fyrisitingina at hugsa um fólkaflyting og fólkavøkstur, so sleppast kann undan at skriva lógaruppskot, sum seta forðingar upp á hesum øki. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  67 Útbúgving og gransking Átøk um útlendingar 30. At bøta um møguleikarnar at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya 31. Familjusameining 32. Working holiday 33. Undirvísing fyri útlendingar Hóast vit í Føroyum megna at fáa føroyingar at flyta til Føroya, tekur tað nógv ár at fáa skeiva aldurs- og kynsbýtið í Føroyum aftur á beint. Arbeiðsbólkurin metir, at meira skal til enn at fáa føroyskar útisetar at venda heimaftur. Neyðugt er eisini at fáa fleiri útlendingar at vera við til at menna føroyska samfelagið. Í samrøðum við arbeiðsbólkin hava fleiri viðmerkt, at tilflytingarreglurnar eru ov strangar í Føroyum, og at vit noyðast at økja um fólkatalið við at fáa fólk úr øðrum londum eisini at búseta seg her. 68  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Harumframt hava arbeiðsgevarar sagt í eina tíð, at teimum vantar starvsfólk. Nógvir føroyingar arbeiða í øðrum londum t.d. í Noregi, og tað er sera torført hjá vinnuni at fáa neyðugu arbeiðsmegina. Arbeiðsbólkurin er eisini av teirri áskoðan, at útlendingar, sum eru búsitandi í Føroyum, í nógv størri mun kunnu geva samfelagnum eitt íkast, um teir duga føroyska málið og fáa virkað í samfelagnum. Á útlendingaøkinum vísir heildarætlanin á átøk m.a. um integratión og um at tillaga reglur um arbeiðsloyvi. Átøk um útlendingar 30. At bøta um møguleikarnar at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya Ein fortreyt fyri at skapa vinnuligan vøkstur í Føroyum er, at fyritøkur kunnu seta starvsfólk við røttu før­leik­ unum. Alsamt fleiri útbúnir føroyingar fara uttanlands at arbeiða, og samfelagið er tí nú komið í ta støðu, at her er ikki nóg nógv fólk við førleikum, sum fyritøkunum tørvar. Eitt nú er hetta galdandi í handverksvinnuni. Hóast eitt ávíst arbeiðsloysi er í landinum, er størsti parturin av hesum ófaklærd arbeiðsmegi. Maður, tannáringur, búsitandi í Føroyum: Tilflytaralógin er óhóskandi til okkara samfelag og skal gerast av nýggjum. Hetta hevði kunnað fingið fleiri útlendingar til landið, ið er sera gott.” Við galdandi útlendingalóg, ið er gjørd til donsk viður­ Átak 30 At gera tað lættari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at fáa fatur á neyðugari arbeiðsmegi úr útlondum xx Endamálið er at betra um møguleikarnar fyri vinnuligum vøkstri í føroyskum fyritøkum og at gera tað lættari at koma til Føroya at búgva. xx Málbólkurin er føroyskt vinnulív. xx Ábyrgdari: Innlendismálaráðið. xx Kostnaður og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður er av hesum átaki. Tó so eru umsitingarligir kostnaðir og møguligir kostnaðir í sambandi við integratiónsátøk. Arbeiðið kann byrja í 2013. skifti og lagað smávegis til føroysk viðurskifti51,er tó torført at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, tí viður­skifti í sambandi við at fáa arbeiðs- og uppi­halds­ loyvi forða fyri hesum. Um ein fyritøka ynskir at seta ein útlending í starv, má hesin persónur fyrst fáa arbeiðsog uppihaldsloyvi eftir teimum vanligu reg­lun­um, og tekur viðgerðin ofta fleiri mánaðir. Hetta merkir, at um ein føroysk fyritøka ætlar at bjóða upp á eitt størri arbeiði, má hon bjóða upp á arbeiðið uttan fram­ man­undan at vita, um hon hevur atgongd at neyðugu arbeiðs­megini fyri at kunna átaka sær upp­gávuna. OECD mælir í frágreiðing um útnorðurøkið52 til, at strongu tilflytingarreglurnar í Føroyum og í Grønlandi verða linkaðar. OECD skrivar, at sjálvt smærri broytingar í flytingarmynstrinum kunnu fáa positivar avleiðingar. Sostatt kunnu broytingar í tilflytingarreglunum eisini vera viðvirkandi til at økja um fólkatalið í Føroyum. Við serlógini um arbeiðsloyvi til ávís arbeiði í Føroyum53 er ávísur møguleiki at geva arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tá ið støðan á arbeiðsmarknaðinum gevur orsøk til tað, hóast talan ikki neyðturviliga er um fólk við serligum førleikum. Til ber at brúka tær lagaligaru reglurnar í serlógini fyri at viðgera umsóknir frá ES-borgarum, tá ið tørvur er á arbeiðsmegi. Hesar reglur hava fyrr verið nýttar, tá ið arbeiðsloysið var niðan fyri 3,5%. Hóast arbeiðsloysið í dag er oman fyri 3,5%, er tó framvegis tørvur á skikkaðari arbeiðsmegi í fleiri vinnugreinum. Um hesar reglur skulu nýtast, hóast arbeiðsloysið er oman fyri 3,5%, skulu føroyskir myndugleikar meta ítøkiliga um støðuna og síðan senda eina fráboðan til donsku útlendingamyndugleikarnar um, at støðan á arbeiðsmarknaðinum hevur við sær, at landsstýrið Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  69 Átøk um útlendingar ynskir at seta í gildi reglurnar um lagaligari viðgerð av umsóknum frá ES-borgarum. Helst er neyðugt, at undirtøka eisini er fyri tí í Løgting­ in­um. Ítøkiliga merkir skipanin við lagaligaru reglum í ser­lógini, at ES-borgari, sum annaðhvørt hevur gjørt ein sáttmála við føroyskan arbeiðsgevara, ella hevur fingið tilboð um arbeiði í minsta lagi á 30 tímar um vikuna, kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi uttan at føroyskar myndugleikar verða hoyrdir frammanundan. Føroyskir arbeiðsgevarar kunnu góðkennast frammanundan til at seta útlendingar í starv, og skulu tá bert boða frá í hvørjum einstøkum føri, tá ið starvssáttmáli verður gjørdur við ES-borgarar. Sostatt er hetta ein munandi smid­ligari skipan enn vanliga skipanin fyri arbeiðsog uppihaldsloyvi. Skipanin verður tó ikki einans at galda fyri skikkaða arbeiðsmegi, sum tørvur er á í fleiri vinnu­greinum, men fyri arbeiðsmegi úr ES-londunum yvirhøvur. Annar møguleiki er við heimild í útlendingalógini at brúka møguleikarnar at gera ein positivlista yvir „serliga skikkaða arbeiðsmegi“, sum tað ítøkiliga verður mett, at tørvur er á, og síðan avtala við danskar myndugleikar, at 70  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá persónum við slíkum formligum førleikum kunnu viðgerast, uttan at Landsstýrið verður hoyrt fyrst. Í slíkum førum verður arbeiðs- og uppihaldsloyvi annars givið eftir vanligum treytum. Hetta merkir, at loyvi hevur gildi í eitt ár í senn og verður knýtt at ávísum arbeiðsgevara. Hesin møguleiki er ikki avmarkaður til ES-borgarar, men er galdandi fyri fólk úr øllum heiminum. Í løtuni er henda skipan bert galdandi fyri læknar og ítróttafólk. Eftir hesari skipan kunnu arbeiðsgevarar ikki góðkennast frammanundan til at seta útlendingar í starv, og skipanin er tí minni smidlig enn omanfyri nevnda skipan fyri ES-borgarar. Ein triði møguleiki er at taka stig til at broyta verandi útlendingalóggávu, sum er í gildi fyri Føroyar. Talan er tó um felagsmál, og tað má tí gerast í samráð við danskar myndugleikar, men serlógin frá 2008 er dømi um, at tað kann bera til at fremja broytingar í slíkari lóggávu eftir lutfalsliga stuttari tíð. Ein slík broyting kundi snúð seg um at gera uppaftur smidligari, meira miðvísar skipanir fyri skikkaða arbeiðsmegi úr ESlondum. Átøk um útlendingar 31. Familjusameining Av tí at føroyingar gera so nógv av at arbeiða og útbúgva seg í øðrum londum, fáa alt fleiri føroyingar útlendskar makar. Makunum tørvar at fáa uppihaldsloyvi, tá ið teir skulu seta búgv her. Hetta er ikki lætt, um parið bert hevur hildið saman í avmarkaða tíð, og harafturat kann máls­viðgerðin taka langa tíð. Hetta kann hava við sær, at parið eitt nú heldur setur búgv í landinum, har tey møtt­ust, ella tey flyta til annað land, har reglurnar eru lagaligari. Sum er nú, skulu pør búgva saman í parlagi í hálvt­ annað til tvey ár og skulu kunnu skjalprógva tað, áðrenn mak­in kann fáa uppihaldsloyvi við familjusameining. Reglurnar um familjusameining fyri føroyingar eru, sum útgangsstøði, lagaligari enn donsku reglurnar. Tó so er avbjóðingin hjá okkum føroyingum øðrvísi í mun til londini kring okkum. Tí fólkið í ES- og EBS-londum, sum eru lond, vit kappast við, hevur frítt at fara millum londini. Sostatt eru reglurnar um familjusameining í ES- og EBS-londum bert galdandi fyri borgarar úr londum uttan fyri ES ella EBS. Í Føroyum, hinvegin, tá ið familjur skulu sameinast, eru reglurnar galdandi fyri borgarar úr øllum londum, tó Norðurlond undantikin. Hesin trupulleikin gerst enn størri av, at einans norðurlendingar hava rætt til at flyta higar uttan at fáa uppihaldsloyvi eftir útlendingalógini. Sjálvt ríkisborgarar úr næsta grannalandi okkara, Stórabretlandi, skulu søkja um uppihaldsloyvi. Arbeiðsbólkurin metir, at tað at so stórur partur av unga fólki okkara og fólki í bestu árum er uttanlands í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum, ger, at neyðugt er, at bæði treytirnar fyri at fáa familjusameining og mannagongdin í hesum sambandi verða lagaligari. Átak 31 Lagaligari reglur fyri familjusameining xx Endamálið er at kanna, á hvønn hátt reglurnar fyri familjusameining kunnu verða gjørdar lagaligari, soleiðis at tær hóska betur til føroysku viðurskiftini, og so at reglurnar ikki forða føroyingum í at flyta heim aftur við útlendskum maka. xx Málbólkurin er føroyingar, sum hava verið uttanlands og ynskja at venda heim aftur við maka, ið tørvar at fáa uppihaldsloyvi her. xx Ábyrgdari: Innlendismálaráðið. xx Kostnaður og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður er av hesum átaki. Tó so eru ávísir umsitingarligir kostnaðir og møguligir kostnaðir í sambandi við integratiónsátøk. Miðað eigur at verða ímóti at seta hetta í verk í 2014. Talan kann annaðhvørt vera um at gera nýggja skipan ella at broyta treytirnar fyri at fáa familjusameining. Neyð­ugt verður tí – í samstarvi við donsku myndug­leik­ arnar, ið varða av økinum – at broyta útlendingalógina ella at gera serlóg á sama hátt, sum tá ið serlógin frá 2008 varð gjørd, ið m.a. snúði seg um arbeiðsloyvi til borgarar úr ES-londunum. Sum áður nevnt (í átaki 30 um arbeiðsloyvi) metir OECD, at tilflytingarreglurnar eru ov strangar í Føroyum54 og mælir til, at reglurnar í Føroyum og í Grønlandi verða linkaðar. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  71 Átøk um útlendingar 32. Working Holiday Útlendingastovan fær javnan fyrispurningar frá ungum útlendingum, sum hava hug at koma til Føroya í eina tíð. Tíðum er talan um útlendskar unnustur/-ar hjá ungum føroyingum, sum kundu hugsað sær at roynt at búgva í Føroyum í eitt tíðarskeið. Ofta snýr tað seg um, at tey halda tað vera ov tíðliga at ganga saman í hjúnalag, og harumframt er tað ofta torført hjá teimum at prógva, at tey hava búð saman í meir enn 1½ ár. Tískil lúka tey ikki krøvini til at søkja um familjusameining í Føroyum. Harumframt hava tey sjáldan nakrar serligar arbeiðsroyndir at vísa á, og tí eru eisini forðingar fyri, at tey kunnu fáa arbeiðsloyvi. Arbeiðs- og uppihaldsloyvi er harafturat heft at, at tørvur skal vera á arbeiðsmegi í Føroyum. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er sjálvsagt, at eitt land í støðu sum okkara hevur skipan, sum undir skipaðum viðurskiftum kann lata ungfólk koma serliga lagaliga til landið. Útlendingastovan metir, at tørvur er á at fáa eina skipan í lag, sum kann gera tað møguligt hjá ungum fólki at koma til landið í avmarkaða tíð. Átak 32 At gera avtalur við lond um Working Holiday xx Endamálið við sonevndu Working Holidayskipanini er at geva teimum ungu frá londum, sum avtala er gjørd við, betri møguleikar fyri at læra um mentan og lívshátt í avtalulondunum og hervið skunda undir vinasamlag millum tjóðir. xx Málbólkurin er ung, sum í eini royndartíð vilja búgva í Føroyum við møguleika fyri at arbeiða. xx Ábyrgdari: Innlendismálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: Útlendingastovan metir, at tað er møguligt at viðgera umsóknir uttan eyka játtan. Tískil er eingin beinleiðis kostnaður av hesum átaki. Kann setast í verk í 2015. 72  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Working Holiday er ein skipan, sum byggir á eina felags politiska avtalu millum lond um møguleikan fyri at fáa uppihaldsloyvi í upp til eitt ár við tí fyri eyga at arbeiða í einum avmarkaðum tíðarskeiði, meðan umsøkjarin ferðast í Føroyum. Útlendingastovan metir, at treytirnar kunnu ásetast av Løgtinginum, og kann hetta gerast sum millumlandaavtalur heldur enn við einari broyting í útlendingalóggávuni. Við atliti at ynskinum um at fáa fólk heim aftur til Føroya, kann Working Holiday vera eitt høvi hjá teim­ um, sum hava fingið útlendska/-n unnustu/-a, at vita, um tey kundu hugsað sær at sett búgv í Føroyum. Skip­­anin gevur hervið møguleika fyri eini royndartíð í Føroyum. Er samlívið fyrst byrjað her, batna líkindini fyri, at tey ungu eisini velja at seta búgv her. Og er hin­ veg­in teirra fyrsta felags uppliving av Føroyum, at tað er trupult ella „ómøguligt“ hjá útlendska makanum at fáa loyvi at búsetast í landinum, kann hetta við vissu gera sítt til, at líkindini fyri, at tey seinni seta búgv her, minka munandi. Uppihaldið skal í fyrsta lagi vera grundað á ynskið um at ferðast í Føroyum og í øðrum lagi at arbeiða sum ískoyti til ferðaútreiðslurnar. Fólk á Working Holiday kunnu arbeiða nakrar mánaðir – upp til 3 mánaðir – undir einum uppihaldi á 12 mánaðir. Undir uppihaldinum kann umsøkjarin – uttan serstakt loyvi – fylgja skúlagongd ella taka útbúgving. Krøv kunnu setast til ymisk viðurskifti sum t.d. aldur, at umsøkjarin eingi børn kann hava við, at hann skal hava ferðaseðil tøkan aftur og fram, nóg mikið av peningi til uppihaldið í Føroyum, sjúkratrygging o.s.fr. Átøk um útlendingar 33. Undirvísing fyri útlendingar Ein natúrligur partur av fólkatilfeinginum í einum modern­­aðum samfelagi sum Føroyum eru fólk, sum hava sín uppruna í øðrum londum. Um vit taka støði í fólkateljingini Manntali, eru 3,4% av teimum, sum búgva her á landi, fødd uttan fyri Føroyar og Danmark55. Hetta svarar til meir enn 1.600 fólk, um vit grundað útrok­n­ingina á fólkatalið við árslok 201256. Nógv av hes­um fólkum tosa eitt annað mál og hava trupult við at læra føroyskt, tá ið tey koma til landið. Arbeiðsbólkurin metir, at Integrasjónsálitið eigur at setast í verk og tekur undir við tí í síni heild. Tó so verður her tikið fram tann parturin, sum snýr seg um undirvísing í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum fyri útlendingar. Frálæran í løtuni er innihaldsliga óskipað og fevnir bert um fáar tímar. Hetta verður mett at vera alt ov lítið, og tað er ov lítið miðvíst til at geva fólki teir grundleggjandi málførleikarnar, sum skulu til fyri at gerast partur av samfelagnum. Í integratiónsálitinum57, sum varð givið út í 2011, Átak 33 stendur soleiðis: Umráðandi er, at teir útlendingar, ið flyta til Føroya, fáa høvi at geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt. Tá ið vit eggja teimum til at vera við og virka í samfelagnum, fáa vit økt virknið í samfelagnum, og tað verður okkum til stóran fyrimun. (s. 4) At geva útlendingum frálæru í føroyskum máli og føroyskum viðurskiftum xx Endamálið er, at útlendingar kunnu virka í sam­ felag­num og geva sítt íkast, serliga á arbeiðs­ mark­naðinum. xx Málbólkurin er útlendingar, sum ikki duga føroyskt. xx Ábyrgdari: Innlendismálaráðið. xx Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 1,8 mió. kr. árliga58. Kann setast í verk í 2014. Maður, tannáringur, búsitandi í Føroyum: Við ymisleika kunnu vit skapa eitt betri og rúmligari samfelag. Tá fólk flyta til landið, skulu vit taka væl ímóti teimum og geva teimum møguleika at læra føroyskt og blíva ein partur av samfelagnum. Arbeiðsbólkurin tekur undir við hesi útsøgn og álitinum sum heild og er av teirri áskoðan, at tá ið vit hugsa um fólkavøkstur, er neyðugt eisini at hava í huga onnur enn føroyskar útisetar. Frálæru í føroyskum máli og føroyskum viðurskiftum eigur at skipast á tann hátt, at kravt verður, at útlend­ ing­ar eru við í undirvísing (100 tímar í føroyskum og 50 tím­ar í samfelagsviðurskiftum). Tað snýr seg um teir út­lend­ingar, sum eru familjusameindir við persón, sum er búsitandi í Føroyum. Kring heimin eru í fleiri londum ov nógv fólk, og tann stóri fólkavøksturin í heiminum verður umrøddur sum ein stór avbjóðing – bæði nú og í framtíðini. Hóast hetta eru Føroyar, sum er eitt ríkt og trygt samfelag, fyri álvarsamari fólkaminking. Tí er neyðugt, at teir útlendingar, sum fáa loyvi at vera í landinum, kenna seg væl móttiknar, so teir kunnu integrerast og geva sítt íkast til samfelagið. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Ein fortreyt fyri veruliga at gerast ein partur av einum samfelagi er at duga málið. Uttan málførleikar er tað, hjá teimum flestu, torført at taka lut og finna starv – tvey viðurskifti, sum eru rættiliga grundleggjandi fyri trivnaðin hjá mongum fólkum. Mett verður, at tað kann vera órímiligt at krevja, at tey, sum eru í landinum í avmarkað tíðarskeið við einum arbeiðsloyvi, sum er fyribils, eisini skulu taka lut í undirvísing. Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað Integrasjónsálitið, hevur eisini ført fram, at krav kann setast til, at útlendingar skulu standa próvtøku í føroyskum máli og føroyskum viðurskiftum, áðrenn tey kunnu fáa uppihaldsloyvi, sum ikki er tíðarbundið. Við øðrum orðum verður mælt til, at ein útlendingur bara kann fáa uppihaldsloyvi, sum ikki er tíðarbundið, um viðkomandi hevur lokið prógv í byrjanarundirvísingini. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  73 Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti 34. Javnstøðupolitikkur 35. Eitt lista- og mentanarráð 36. Ein nýggjur vinnupolitikkur 37. At greina ferðing til og úr Føroyum Heildarætlanin fevnir í stóran mun um ítøkilig átøk. Tó eru nøkur grundleggjandi samfelagsviðurskifti, sum tørva eina nærri greining og fevna ov breitt til hesa heildarætlanina. í nevndum. At gera grundleggjandi broytingar á hesum øki er trupult, um vit ikki hava ein miðvísan politikk, sum stuðlar undir javnstøðu. Tí verður mælt til, at trivnaður og javnstøða verða útgreinað. Ein fortreyt fyri at fólk flyta til Føroya er, at tað eru arbeiðspláss tøk. At skapa búskaparvøkstur og nógv arbeiðspláss tekur tíð og krevur eina miðvísa tilgongd, og má tað gerast sum partur í vinnupolitikkinum. Arbeiðsbólkurin metir, at vinnupolitikkur krevur eina viðgerð fyri seg. Tí verður mælt til at orða og fremja ein nýggjan vinnupolitikk. Ein týðandi partur av trivnaðinum í einum landi er, hvussu virkið lista- og mentanarumhvørvið er. Hetta hava eisini nógv gjørt vart við í bólkasamrøðum og um heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum. Tí er eisini átak, sum hevur til endamáls at brúka tilfeingið betur, hvat list og mentan viðvíkur. Trotið á kvinnum í Føroyum er eitt týðuligt tekin um, at Føroyar ikki eru nóg lokkandi stað at búgva. Sum oftast tá ið kvinnukor og javnstøða verða umrødd, verður víst til kvinnuumboðan á tingi, í vinnulívinum og 74  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Nógvar viðmerkingar vóru um prísin á loftvegis flog­ ferða­seðlum til og úr Føroyum. Arbeiðsbólkurin metir, at tørvur er á at útgreina hesi viðurskifti nærri fyri at gera eina meting um møgulig átøk. Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti 34. Javnstøðupolitikkur Human Sex Ratio for Total Population   Less than 0.95  0.95-0.97  0.97-0.99  1  1.0-1.03   More then 1.03   No data Í 2011 vóru 2155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0-5959. Sambært CIA World Factbook er tað bert í 12 londum, at parturin av monnum er størri í mun til partin av kvinnum enn í Føroyum60. Millum lond­ini í vesturheiminum er tað einans Grønland, sum hevur lutfalsliga færri kvinnur enn í Føroyum. Myndin omanfyri vísir lutfallið millum kvinnur og menn í heiminum61. Í londunum við bláum litum eru lutfalsliga fleiri menn enn kvinnur. Føroyar síggjast ikki so væl, men hava myrkabláan lit. Myndin vísir, at trupulleikin við trotið á kvinnum ikki er serføroyskur. Myndin vísir samstundis, at londini, sum vit vanliga bera okkum saman við, ikki hava kvinnutrot, tá ið hugt verður at íbúgvatalinum í síni heild. Tó eru nógv útjaðarasamfeløg í granna­lond­ un­um, sum hava sama trupulleika62. Stóri munurin millum Føroyar og onnur útjaðarasamfeløg er tó, at í størri londum flyta kvinnurnar til stórbýirnar og ikki av landinum. Í hesum londum snýr tað seg um eina broyt­ ing í búsetingarmynstrinum. Í Føroyum er har­aftur­ ímóti talan um eina fólkafráflyting. Tað merkir færri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, færri kvinnur at vera makar og færri kvinnur at føða børn. Stutt sagt: Uttan kvinnur, ongin fólkavøkstur. Eg giti, at nógv konufólk ikki vilja flyta heimaftur, tí her er so stirvið, mannfólk stýra landinum, og teimum dámar sum oftast best alt tað gamla. Brot úr samrøðu í bókini Exit Føroyar (s. 61). Gransking vísir, at kvinnur hava verri við at støðast í útjaðara- og veiðisamfeløgum63. Felags eyðkenni fyri hesi samfeløg er, at stórur munur er á leiklutunum hjá kvinnum og monnum. Av tí at menn taka sær av veið­uni, verður virksemið meira sjónligt og mett at vera ser­liga virðismikið fyri framgongdina í samfelagnum. Kvinn­urnar taka sær av at hagreiða veiðuni og av heim­inum, og tær hava tí ein minni sjónligan leiklut64. Menn­ingin av modernaða samfelagnum hevur við sær, at nógvar av ungu kvinnunum í útjaðara- og veiði­sam­ feløgum ikki longur eru nøgdar við tað, sum heim­staðið kann bjóða teimum. Tí velja tær at flyta til størri býir, har tær kunnu nema sær útbúgving, fáa áhugaverd størv og harvið ein annan leiklut í samfelagnum. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  75 Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti Føroyar er eitt vælferðarsamfelag, sum telist millum heimsins ríkastu. Samstundis kunnu Føroyar lýsast sum eitt veiðisamfelag við tað, at føroyski búskapurin er heftur fullkomiliga at veiðu og fyrstalagsvinnu. Nógv bendir á, at leiklutabýtið millum kvinnur og menn fram­vegis er sera siðbundið í Føroyum eins og í øðrum út­jaðara- og veiðisamfeløgum. Í mun til arbeiðið sæst hetta m.a. við einum kynsbýttum arbeiðsmarknaði65, ein­um stórum muni á lønarútgjaldingum í síni heild til kvinnur og menn66, og at kvinnur í nógv størri mun arbeiða niðursetta tíð67. Í mun til vald og umboðan68 sæst hetta m.a. við munandi lægri umboðan av kvinn­ um í landsstýrinum, løgtinginum69 og kommunu­ stýrum70. Eru hesar ábendingar um eitt siðbundið kynsbýti og eitt ójavnt valdsbýti orsakir til, at kvinnur hava verri við at støðast í føroyska samfelagnum eins og tað er í øðrum útjaðara- og veiðisamfeløgum? Átøkini í hesi heildarætlan eru ætlað báðum kynum og fara vónandi at hava við sær, at kvinnur fara at støðast betri í føroyska samfelagnum. Kvinnutrotið er tó ein so mikið álvarsligur og samansettur trupulleiki, at tað krevur eina serstaka og meira umfatandi viðgerð enn gjørligt hevur verið í í hesi heildarætlan. Skulu vit venda hesi álvarsligu gongd við einum kvinnu­ troti, sum er millum tey hægstu í heiminum, er tað av­ger­andi at skilja sera samansetta spurningin um, hví so nógvar kvinnur fara og ikki koma aftur. 76  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átak 34 At greina kvinnutrotið nærri og orða ein javnstøðupolitikk xx Endamál: At skapa bestu karmarnar fyri einum samfelag, har kvinnur og menn støðast eins væl. xx Málbólkurin er føroyska samfelagið, men serliga kvinnur. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaður og tíðarætlan: Átakið krevur starvsfólkaorku. Harafturat skal fígging fáast til vegar til kanningararbeiði og møguliga uttanhýsis ráðgeving. Arbeiðið eigur at gerast 2013-14. Hóast ávís vitan fyriliggur um trivnað hjá kvinnum í útjaðarum, mælir arbeiðsbólkurin til, at ein miðvís greining verður sett í verk, har orsakirnar og avleiðingarnar av kvinnutrotinum í Føroyum verða kannaðar. Greiningararbeiðið skal vera grundarlag undir at finna loysnir, sum kunnu tryggja, at fleiri kvinnur ynskja at venda aftur ella verða verandi her á landi, og harumframt vera grundarlag undir at gera og fremja ein javnstøðupolitikk. Mælt verður til, at greiningararbeiðið tekur støði í einari kanning av trivnaðinum og viðurskiftunum hjá føroyskum kvinnum. Viðgerðin eigur harafturat at kanna viðurskifti í mun til arbeiðsmarknað, umboðan og vald. Harafturat er tað sera týdningarmikið, at viðgerðin eisini snýr seg um heilt grundleggjandi samfelagsviðurskifti sum t.d. javnstøðu við hús. Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti 35. Eitt lista- og mentanarráð Øll eru vit brúkarar av list og mentan, og mentan er ein grundarsteinur undir trivnaði í einum samfelag. Eingin ynskir ella kann ímynda sær eitt land uttan tónleik, sjón­leik, filmslist, málningalist o.s.fr., tí í einum slíkum sam­felag trívast fólk ikki. Og har tað er vantandi triv­naður, flyta fólk frá. At list og mentan verða viður­ kend er tískil ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu vera eitt drag­andi samfelag at búseta seg í. Maður, tannáringur, búsitandi í Føroyum: List er eitt tað týdningarmesta, vit eiga her heima í Føroyum. Føroyar skapa nógva fantastiska list, og hetta skal virðast og raðfestast høgt. Eingin onnur tjóð sparir á list; heldur skuldi listin fingið betri karmar. Í tilgongdini at gera heildarætlanina hava nógv fólk gjørt vart við tann týdning, ið list og mentan hava fyri trivnaðin í Føroyum. Ymisleiki trívst á støðum, sum kunnu bjóða eitt stórt úrval av listarligum og mentan­ ar­ligum upplivingum, og tað hevur eisini avgerandi týd­ning fyri menning og nýskapan í einum samfelag. Eitt land, sum raðfestir list og mentan, hevur tær grund­leggjandi fortreytirnar fyri, at list og mentan kunnu mennast, t.d. við einum tjóðleikhúsi, góðum um­støð­um til symfoniorkestur og tónleikafrálæru til børn og vaksin. Tað at nógv fólk, sum arbeiðsbólkurin hevur tosað við, eru av teirri áskoðan, at list og mentan hava ringar umstøður her á landi, er allarhelst ábending um, at list og mentan verða ikki raðfest nóg høgt í Føroyum. At viðurkenna, hvønn týdning list og mentan hava fyri trivnaðin, er ein neyðugur liður í at virða list og ment­an. Virðingin er eisini ein fortreyt fyri at skilja, hví list og mentan skulu raðfestast. Tað tykist, sum um hetta onkursvegna hevur svikið í Føroyum. Møgu­­ liga hongur hetta saman við, at spurningurin um, júst hvørja ávirkan list og mentan hava í einum sam­felag, er torførur og samansettur. Hetta er ikki minst gald­andi, tá ið tað snýr seg um búskaparliga týd­ning­in av list og mentan. Eitt er tó víst, um skapandi vinn­ur­nar skulu mennast og gerast ein týðandi partur av sam­felags­ búskapinum, er ein fortreyt, at skapandi listin hevur líkinda kor. Skapandi vinnur spretta ikki úr ongum. Fleiri eru álitini, sum eru skrivað um list og mentan; eitt nú kunnu nevnast: ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ ƒƒ Avmarkaður marknaður 1996, Mentan og menning 2002, Álit um rútmiskan tónleik 2005, Mál og vegir (visjón 2015, mentanarparturin) 2007, Álit um skipan av listaráði 2008 og Filmsvinna í Føroyum – ein framtíðarmøguleiki 2008 Í hesum álitum verður víst á týdningin, ið eitt fjølbroytt, livandi og sterkt mentanarlív hevur fyri eitt øki – bæði tá ið tað snýr seg um at draga fólk til sín og fyri trivnaðin hjá teimum, ið búgva har. Harumframt eru i álitunum ítøkilig tilmæli til átøk, sum eiga at setast í verk. Tilfar við ymsum tilmælum og stevnumiðum skortar sostatt ikki. Tí metir arbeiðsbólkurin, at tað er eingin loysn at skjóta upp, at enn eitt tilmæli verður gjørt. List og mentan eru sera fjølbroytt og margtýdd hugtøk. Ásannandi, at samfelagið ikki hevur siðvenju fyri at raðfesta hesi øki, kundi ein breitt grundað, formlig lista- og mentanarráðgeving verið ein hjálp til almennar myndugleikar, politikarar og listaumhvørvið í síni heild, sum tey kunnu brúka, tá ið tað snýr seg um at raðfesta tilfeingi, at seta mál fyri list og mentan, at seta karmar fyri skapandi vinnur, at brúka list í almenna rúminum o.s.fr. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  77 Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti Átak 35 At skipa eitt lista- og mentanarráð xx Endamálið er at brúka teir møguleikar, sum list og mentan geva, til at skapa menning og vøkstur í samfelagnum. Hetta ber í sær, at almenna fíggjarliga og menniskjaliga tilfeingið, ið verður brúkt til list og mentan, verður brúkt skynsamt og miðvíst. xx Málbólkurin er myndugleikar, politiska skipanin, listaumhvørvið og samfelagið í síni heild. xx - Ábyrgdari: Mentamálaráðið. xx - Kostnaðarmeting og tíðarætlan: 600.000 kr. um At seta í verk í 2014. Arbeiðsbólkurin mælir til, at lista- og mentanarráðið verður skipað – eitt ráð, har dentur verður lagdur á tað listfrøðiliga og á ráðgeving og vegleiðing, eisini til politisku skipanina – soleiðis sum mælt verður til í álitinum frá 2008 um at skipa listaráð. Lista- og mentanarráðið skal ráðgeva og leiðbeina, kunna og kveikja bæði myndugleikar, listafólk og almenning og harumframt umsita stuðulsskipanir á økinum, sum Mentamálaráðið og Mentanargrunnurin í dag umsita. Við íblástri frá grannalondunum verður ein skipan uttan fyri Mentamálaráðið mett at vera skilabest. Fakliga og listarliga umhvørvið, har førleikin er miðsavnaður, kann tryggja menningina á listaliga økinum, og eitt óheft ráð hevur bestu fortreytirnar fyri at røkka endamálinum at varpa ljós á økið yvirhøvur og skapa breitt orðaskifti, soleiðis at vaksandi tilfeingið, ið almennu Føroyar fara at brúka til list og mentan verður væl brúkt. 78  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Maður í 20-árunum, búsitandi í Føroyum: Tað umhvørvið, sum eg komi frá (uttanlands) var virkið. Har eru teatur, konserthøllir og operastøð, har tú kanst spæla. Tað er einki her. Her er eitt symfoniorkestur, sum spælir einar 4-5 ferðir um árið, og ein musikkskúlaskipan, sum ikki fær meira pening at seta lærarar í starv fyri. Eg havi lítið at arbeiða við her. Eg havi bestan hug at flyta av landinum. Hetta er ein akademiskur kirkjugarður fyri tónlistarfólk. Mentanargrunnur Landsins hevur í dag partvís henda leiklut, men virksemi grunsins fevnir í høvuðsheitum um stuðulsveiting. Lista- og mentanarráðið kann t.d. hava hesar uppgávur: ƒƒ At veita politisku skipanini og almenninginum listfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing ƒƒ At geva landsstýrismanninum ráð um, hvussu fíggjarliga tilfeingið, sum verður brúkt til list og mentan, skal raðfestast ƒƒ At arbeiða saman við mentanarstovnum við at seta mál fyri list og mentan í Føroyum ƒƒ At geva ráð um at brúka list í almenna rúminum, t.d. nýggjum bygningum ƒƒ At geva ráð um, hvussu list og mentan kunnu vera partur av t.d. ferðavinnu og frálæru í skúlum ƒƒ At umsita stuðulsskipanir á økinum, sum Mentamálaráðið og Mentanargrunnurin nú umsita ƒƒ At taka sjálvstøðug stig til at kunna og kveikja myndugleikar, listafólk og almenning Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti 36. Ein nýggjur vinnupolitikkur Fólkatalið í Føroyum er heft at, hvussu liviligt tað er hjá fólkinum, sum býr her. Eru lívskorini ikki kappingarfør við tey í grannalondunum, er væntandi, at fólkatalið fer at minka, tí fólk flyta til onnur samfeløg, har ið um­støð­ urnar eru betri. Fjøltáttaðir vinnumøguleikar og um­ støð­ur at fáa arbeiði til kappingarføra løn og ikki minst um­støður at byrja sjálvstøðugt virki við einum kapp­ing­ ar­førum avkasti eru grundleggjandi fyri, at fólk velja at búgva í einum samfelagi. Vinnupolitikkur snýr seg um at skapa umstøður fyri, at framleiðslan kann gerast so framleiðin sum gjørligt og at vinnugreinar kunnu mennast. Tí tað hevur við sær, at fyritøkurnar kunnu bjóða starvsfólkunum eina kappingarføra løn, og at íleggjarar kunnu fáa eitt kappingarført avkast. Vit skulu skapa sum mest virði fyri hvønn arbeiðstíma og fyri hvørja ílagda krónu. Um vit ikki eru nóg framleiðin, verður lønin lægri enn í grannalondunum, og avkastið til kapitalin verður minni. At fáa fólk at støðast snýr seg tí eisini um, at samfelagið leggur sínar skipanir soleiðis til rættis, at sum mest fæst burtur úr framleiðsluni. Sostatt er tað ikki eitt endamál í sjálvum sær at fáa sum mest av fólki at arbeiða í einari ávísari vinnu. Endamálið er at fáa júst tað talið av fólki at arbeiða í einari ávísari vinnu, sum kann skapa tað mest framleidnu vinnuna. Avbjóðingin er at: 1) fáa framleidnið í einstøku vinnunum at vera so stórt sum gjørligt og at 2) skipa so fyri, at framleiðslufaktorarnir smidliga kunnu flyta seg til tær mest framleidnu vinnurnar. Átak 36 At skipa ein nýggjan vinnupolitikk xx Endamál: At skapa bestu karmarnar fyri at menna føroyska búskapin. xx Málbólkurin er føroyskt vinnulív. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaður og tíðarætlan: Eingin beinleiðis kostnaður er av hesum tiltaki, tó má starvsfólkaorka nýtast í Vinnu­mála­ráðnum til verkætlanina. Arbeiðið kann gerast 2013-14. Nøkur av høvuðsøkjunum, sum hugt kann verða at í einum vinnupolitikki, eru m.a.: Grundleggjandi korini hjá vinnulívinum Sum støðan er í dag, virkar vinnulívið í Føroyum ikki undir eins korum. Ymiskar serskipanir eru, serliga á fiski­vinnu­økinum, sum gera, at fíggjarmegi og fólka­til­ feingi ikki leita hagar, sum ágóðin hevði kunnað verið best­ur. Fleiri greið tilmæli fyriliggja hesum við­vík­jandi, eitt nú í seinastu frágreiðingunum hjá Búskapar­ ráðnum. Støðug politisk kós Eitt, sum gongur aftur í bólkasamrøðum, og sum fólk eisini á annan hátt hava gjørt vart við sum eitt vanda­ mál, er, at avgerðirnar, sum politiska skipanin tekur – ella ikki tekur – verða nevndar sum vandatættir. Ymiskir veikleikar við politisku avgerðunum verða tiknir fram, sum t.d. at politiska skipanin ikki lurtar eftir fakligari ráðgeving og tykist illa tilbúgvin til at taka stór­ar avgerðir. Týðandi avgerðir verða tiknar og gjørdar um eftir fá ár. Eisini er tað eitt vandamál, at sera stórar Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  79 Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti av­gerð­ir verða tiknar við lutfalsliga smalari politiskari undir­tøku og við stuttum skotbrá, so ivasamt er, um teimum verður langt lív lagað. Í londum, har politiska støðufestið ikki er gott, eru fyri­ tøk­ur afturhaldandi at gera íløgur. Ein støðug politisk kós er ein fortreyt fyri, at vinnumenning virkar sum best. Tí er tað umráðandi, at politiska landslagið virkar fyri vinnuligari menning við einum støðugum politikki, so­ leið­is at karmarnar fyri vinnuni eru so tryggir, sum til ber. Fiskivinnan Sera lítil vøkstur hevur verið í framleidninum í fiski­vinn­ uni sum heild seinastu áratíggjuni. Fyrsta fortreytin fyri at fáa sum mest burtur úr fiskivinnuni er, at stov­ nar­nir verða umsitnir búskaparliga og lívfrøðiliga burðar­dygt. Hetta merkir m.a., at veiðutrýstið er rætt stillað, at fiskivinnuumsitingin er skipað við greiðum selj­andi fiskirættindum, og at fiskivinnan í mest møgu­ligan mun virkar undir somu grundleggjandi kor­um sum vinnan annars. Harafturat er neyðugt, at fiski­vinnuumsitingin er skipað eftir greiðum gjøgnum­ skygd­um reglum og mannagongdum. Í Føroyum hevur tað víst seg at vera trupult at stilla veiðu­trýstið rætt. Harumframt finnast í føroysku fiski­ vinnu­lóggávuni nógvar forðingar fyri fram­leidnis­vøkstri, ser­liga í botnfiskaveiðuni. M.a. eru forðingar fyri at selja fiskidagar. Harumframt eigur at vera hugt nærri at eftirverandi, bein­leiðis og óbeinleiðis, stuðulsskipanunum í fiski­ vinn­uni. Ein munadyggan almennan geira Tað hevur stóran týdning fyri búskapin, at almenni geirin er munadyggur. Hetta merkir m.a., at fyrisitingin 80  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur altíð virkar við tí fyri eyga, at kunning og tænastur eru atkomiligar, heildligar og borgaravendar, og at um­ sóknir og fyrispurningar verða avgreidd skjótt og væl eftir greiðum og gjøgnumskygdum reglum og manna­ gongdum. Hættir at gera almenna geiran munadyggari eru t.d. greitt og eintýtt ábyrgdarbýti millum myndugleikar, at sam­skipa veitingar og tænastur, sum ymiskir almennir myndug­leikar veita, og skipað átøk at einfalda lógir, skip­an­ir og regluverk, so tey hóska betur til smáu viður­ skift­ini her. Nýtsla av nýggjari tøkni, serliga kunningartøkni, kann geva betri og javnari tænastu og helst eisini sparingar, og í summum førum kann eitt nú økt útbjóðing kanska vera við til at gera almenna geiran munadyggari. Greitt og eintýtt ábyrgdarbýti millum myndugleikar og millum land og kommunur, við betri samsvari millum gjald og vald, kann eins og størri kommunueindir og harvið serkønari umsitingar eisini gera almenna geiran muna­ dyggari. Førleikamenning og útbúgving Førleikin og vitanin hjá starvsfólkunum eru okkara stør­stu virði her í landinum. Tað snýr seg tí um at skapa um­støð­ur fyri áhaldandi at útbúgva og eftirútbúgva hesi starvs­fólk, so tey kunnu gerast so framleiðin sum gjør­ligt. Nýskapanararfyritøkur OECD hevur staðfest at, livistøðið í einum landi er neyvt knýtt at stiginum á nýskapan, t.e. hvussu væl borgarar og vinna duga at menna og taka í nýtslu nýggjar vørur, tæn­astur, mannagongdir og tøkni. Um ein vil skapa tær bestu umstøðurnar fyri búskaparvøkstri í einum landi, snýr tað seg tí eisini um, at fyritøkurnar eru nýskapandi, annað­hvørt gjøgnum vørumenning ella gransking. Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti Vælvirkandi marknaðaratgongd Fyri at kunna framleiða mest møguligt virði við teimum framleiðslufaktorum, ið vit hava, er týdningarmikið at hava vælvirkandi marknaðaratgongd. Í hesum liggur eisini, at føroyskar fyritøkur hava góða atgongd at útlend­skum marknaðum við sínum útflutningi. Sum nú er hava føroyskar fyritøkur ikki atgongd at fleiri mark­ nað­um við stórum vøkstri. Harumframt er neyðugt at arbeiða áhaldandi við at øki, har innlendiskappingin er lítil ella eingin, virka sum frægast hóast hetta. Alment innkeyp Tað almenna ávirkar, við síni atferð í sambandi við innkeyp av vørum og tænastum, í stóran mun menn­ ing­ina av føroysku fyritøkunum, og teirra møguleikum fyri at seta fólk við hægri útbúgving í starv. Tað almenna kann við síni atferð viðvirka til at uppbyggja førleikar í Føroyum, um rætt verður atborið. Um tað almenna í stóran mun eftirspyr tænastur í sambandi við størri verk­ætlanir uttanlands, verður tað torført at menna før­leikarnar hjá føroysku fyritøkunum. Um tað almenna hin­vegin eisini gevur føroyskum fyritøkum møguleikan at bjóða seg fram til tær spennandi verkætlanirnar, kann fáast ein positiv ringrás, har føroyskar fyritøkur kunnu menna seg, og verða uppaftur betri fyri at loysa størri uppgávur, bæði í Føroyum og uttanlands. Útlendskar fyritøkur skulu sjálvandi sleppa at bjóða seg fram. Tó ber til at skipa innkeyp og útbjóðingar á ein hátt, har settu krøvini taka støði í einum føroyskum veru­leika, m.a. í mun til virkisstødd og til at geva fyri­ tøk­unum møguleika at lyfta størri uppgávur, enn tær eru vanar við. Tað er umráðandi, at tað er breið undir­ tøka hjá almennu myndugleikunum fyri einum slíkum poli­tikki, og at tað ikki bara stingur seg upp í einstøkum verk­ætlanum. Um útbúgvin fólk skulu setast í fast starv, er umráðandi, at talan er um ein varandi politikk á økinum. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  81 Átøk um yvirskipað samfelagsviðurskifti 37. At greina ferðing til og úr Føroyum Í tilgongdini at gera heildarætlanina hevur arbeiðs­bólk­ urin nógvar viðmerkingar um, at prísurin á loftvegis ferða­seðlum til og úr Føroyum er ov høgur. Fleiri meta, at høgi prísurin er ein forðing fyri at búgva í Føroyum. Har­um­framt hevur verið víst á, at hetta eisini ger tað minni smidligt at reka virksemi við høvuðsstøð í Føroyum, og at tað er kostnaðarmikið hjá útisetum at koma heim at vitja – ikki minst í háárstíð. Ein onnur av­bjóð­ing, sum fleiri hava víst á, er, at flestir ferð­ing­arog flutningsmøguleikar, bæði loftvegis og sjóvegis, eru til tað mest fjarlagda av grannanlondum okkara. Tey meta, at ov fáir møguleikar eru at ferðast til stór­býar­ mið­­deplar. Føroyar liggja soleiðis fyri landafrøðiliga, at ferðing út í heim er ein størri avbjóðing samanborið við nógv onnur smá­samfeløg. Eitt nú liggur Áland nógv betur fyri, tá ið hugsað verður um atkomu og veðurlag. Føroyingar hava altíð verið eitt fólk, sum flytur seg nógv, og ongantíð meira enn nú. Nógvir føroyingar annaðhvørt búgva ella arbeiða uttanlands. Hetta – saman við altjóðagerðini – hevur við sær, at ferðsla til og úr Føroyum, serliga flog­ferðsla, er ein lívæðr út í heim. Møguleikar eru at gera serskipanir og tillagingar í ver­ andi skipan soleiðis, at lesandi t.d. kunnu ferðast aftur og fram fyri ein lægri kostnað. Men skal prísurin á loftvegis ferðaseðlum lækka, so tað munar, krevur hetta rættiliga stórar upphæddir. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er tørvur á at lýsa nærri, hvørjir møguleikar eru fyri at gera tillagingar í sambandi við prísstøði og útboð av ferða­seðlum til og úr Føroyum. 82  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Átak 37 At kanna, um tað er møguligt at tillaga prísstøðið í sambandi við at ferðast til og úr Føroyum xx Endamálið er at lýsa møguleikar og kostnaðir, sum skulu vera grundarlag undir einari framtíðarætlan um ferðing til og úr Føroyum. xx Málbólkurin er politiska skipanin, sum skal taka støðu til og seta í verk møguligar broytingar. xx Ábyrgdari: Vinnumálaráðið. xx Kostnaður og tíðarætlan: Eingin kostnaður fyri kanningararbeiðið. Kann gerast innan verandi karmar hjá ráðunum. Tilmælið eigur at vera liðugt í 2014. Mælt verður til, at ein arbeiðsbólkur greinir og lýsir, hvørjir møguleikar eru at tillaga prísstøðið í sambandi við at ferðast til og úr Føroyum. Hetta ber m.a. í sær: ƒƒ At kanna skipanir aðrastaðni ƒƒ At kanna, hvørja ávirkan ein lækking í ferðaseðlaprísi kann hava (t.d. við støði í royndum aðrastaðni) ƒƒ At viðgera, hvørjar tillagingar kunnu gerast í verandi skipan t.d. við tillagingum í ferðastuðlinum til lesandi ƒƒ At viðgera, um ein møgulig tillaging eigur at fevna um alla ferðing til og úr Føroyum ƒƒ At viðgera ferðamál í mun til føroyska tørvin nú og í framtíðini Átak 1 Landsstýrið Átak 2 Átak 3 Stýrisbólkur (aðalstjórar) Átak 4 Løgmansskrivstovan Vinnumálaráðið Fíggjarmálaráðið Innlendismálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Mentamálaráðið Fíggjarmálaráðið Tveir ráðgevar (embætisfólk) Átak 5 Átak 6 At skipa arbeiðið framá Í heildarætlanini eru átøk, sum eru ymisk í vavi. Nøkur eru einføld at seta í verk, og onnur krevja nógva orku. Eisini er stórur munur er á, hvussu nógv hvørt átak krevur av fígging – alt frá ongum til stórar upphæddir. Felags fyri átøkini eru tó, at tey mestsum øll eru rætti­ liga ítøkilig. Arbeiðsbólkurin hevur lagt seg eftir í hvørjum einstøkum føri at skriva, hvat átakið ber í sær og hvør hevur ábyrgd av at fremja tað í verki. . . . Mælt verður til at seta ein stýrisbólk. Í samráð við landsstýrið hevur stýrisbólkurin ábyrgd av at rað­festa, gera tilmæli til fígging og seta í verk átøkini í heildar­ ætlanini. Viðkomandi aðalstjórar eru umboðaðir í stýris­bólk­inum. Harumframt eiga tveir ráðgevar at vera í stýrisbólkinum, sum hava innlit í heildarætlanina. Teir veita ráðgeving til stýrisbólkin og tey, sum skulu seta eins­tøku átøkini í verk. Tilgongdin er lýst omanfyri. Tað hevur stóran týdning, at arbeiðið verður skipað eftir, at heildarætlanin er handað landsstýrinum. Arbeiðs­bólk­urin hevur tí gjørt uppskot um, hvussu til­ gongd­in at raðfesta og seta í verk átøkini kann gerast. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  83 Útbúgving og gransking Fylgiskjøl 84  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Fylgiskjøl Fylgiskjal 1 Niðurstøður frá bólkasamrøðum (fokusbólkar) Áskoðanirnar í hesum skjalinum eru ein samandráttur av práti við fýra bólkar av føroyingum. Í teimum fýra bólk­unum vóru fyrrverandi útisetar búsitandi í Suðuroy, fyrr­verandi útisetar búsitandi í Tórshavn, Klaksvík, Vágunum og á miðstaðarøkinum, føroyingar búsitandi í Danmark og føroysk lesandi í Danmark. Í hvørjum bólki vóru millum 7 og 12 luttakarar. Samanumtikið tykist avgerðin hjá hesum fólkunum um at flyta heim ella ikki at verða knýtt at hesum viður­skift­um: ƒƒ Bústaðarmøguleikum ƒƒ Tilknýti til familju, og um foreldur ynskja, at børnini vaksa upp í Føroyum ƒƒ Fatanini av fakliga støðinum og fakligum avbjóðingum í Føroyum ƒƒ Fatanini av, í hvønn mun føroyska samfelagið er afturhaldssinnað (konservativt) ƒƒ Kostnaðarstøði og sosialum veitingum í Føroyum ƒƒ Politiskum ótryggleika og vantandi áliti á politisku skipanini ƒƒ Sambandi við arbeiðsmarknaðin knýtið til Føroya er minni hjá teimum, sum ikki hava sam­band við heimlandið gjøgnum t.d. arbeiði, og har­ um­framt síggja nøkur Føroyar sum eina endastøð, har ið tú skjótt verður settur í bás. Arbeiðslívið – tilknýti, fakliga støðið og smidleiki Tað er ov torført at fáa samband við føroyska arbeiðs­ marknaðin. Tey, sum høvdu ella komu í samband við arbeiðspláss í Føroyum undir lesnaðinum, ætla sær eisini heim aftur, eins og nøkur, ið eru búsitandi i Føroyum, siga, at sambandið, ið tey høvdu við arbeiðs­ marknaðin, var orsøkin til, at tey fluttu heim. Tey flestu meta, at tað hevði verið nógv lættari at flutt heim, um: ƒƒ Almenni og privati geirin gjørdu meira við at brúka lesandi til uppgávur ƒƒ Bachelor- og kandidat-uppgávur vórðu gagnnýttar – tær eiga at savnast og skrásetast ƒƒ Gjørt varð meira burtur úr starvslæru, starvslesnaði og summararbeiði til lesandi ƒƒ Krav verður sett um, at eitt ávíst tal av starvslesandi eru við í uppgávum, sum tað almenna býður út. Um bólkarnar Bólkarnir koma í stóran mun inn á tey somu viðurskifti, tó legði hvør bólkur høvuðsdentin á ymisk viðurskifti. Bólk­urin úr Suðuroy legði stóran dent á smidleika í sam­bandi við arbeiði, familju og tað at tey vilja búgva júst í Suðuroy. Bólkurin í Tórshavn var hinvegin kanska meira upptikin av fakliga støðinum, livikostnaði og sam­an­setingini av frítíð og arbeiði. Eyðsýnt var, at tey, sum eru liðug at lesa og enn búgva í Danmark, vóru tann bólkurin, sum var mest atfinningarsamur mót­ vegis føroyska samfelagnum. Serliga var tað jantelóg, poli­tiska støðan, at fólk eru ov afturlatin, og at landið er lítið áhugavert, hvat ið arbeiði viðvíkur. Tey, sum enn lesa og búgva í Danmark, sóu í stóran mun tær somu avbjóðingarnar og fyrimunirnar við at flyta heim sum tey, ið eru búsitandi í Føroyum. Tó tykist tað so, at til­ Tað er misjavnt, um fólk meta, at føroyska arbeiðslívið er avbjóðandi. Sum heild hevur munurin sín uppruna í, at hóast tú sleppur lættari framat í Føroyum og skjótari fært spennandi uppgávur, er tað verri at serútbúgva seg, og fakliga umhvørvið er ov veikt. Serliga kann tað vera torført hjá fólki, har ið fakið er ein týdningarmikil partur av arbeiðinum, og tey framhaldandi vilja menna seg fakliga. Í tí sambandi var tað serliga betri tilknýti til fakliga umhvørvið og betri møguleikar at førleikamenna seg, sum fólk nevndu. Serliga tey, sum búgva í Suðuroy, vístu á, at smidleikin er ov avmarkaður á nógvum arbeiðsplássum í Føroyum. Tað hevði verið lættari at búð í Suðuroy, um tey t.d. høvdu møguleika at arbeiða um alnetið ella arbeiða Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  85 Fylgiskjøl meira og minni í tíðarskeiðum. Fólk í Suðuroy løgdu mun­andi størri dent á smidleika enn at fáa fleiri av­ bjóð­andi arbeiðspláss í Suðuroy. Tey, sum eru bú­sit­ andi í Danmark, vístu harumframt á, at: ƒƒ Tað almenna eigur at gera meira fyri at stuðla góðum verkætlanum, persónum og bólkum í sambandi við mentan og íverksetan ƒƒ Føroyar eiga at hugsa meira um útisetar sum ein møguleika, bæði tá ið tað snýr seg um at útflyta vørur/tænastur, og tá ið tað snýr seg um mentan ƒƒ Føroyar eiga at veita stuðul til íverksetarar uttan fyri Føroyar, sum vilja útflyta føroyskar vørur úr Føroyum ƒƒ Føroyar eiga at brúka útisetar til at seta tiltøk í verk í landinum, ið kunnu varpa ljós á Føroyar úti í heimi og harvið stuðla ferðavinnuni Sum heild vóru øll samd um, at arbeiði er sera týð­andi, tá ið fólk hugsa um at flyta til Føroya. Í hesum sam­ bandi snýr tað seg um at hava eitt starv, men eisini hvørjar avbjóðingar eru við starvinum, hvussu áhuga­ vert tað er, og hvør lønin er. Fleiri vístu eisini á, at meira eigur at verða gjørt fyri at fáa gransking og tey við høgari út­búgv­ing inn í privatu vinnuna. Familjutilknýti, barnatilboð og heilsuverk At fáa børn og vera nærindis familjuni var fyri nógv av­ ger­andi fyri, um tey flyta heim ella ikki. Tey vildu heim aftur til Føroya við børnunum. Orsøkin var bæði tann, at børn­ini kunnu læra føroyskt og at tey kunnu vaksa upp í einum tryggum umhvørvi. Hjá nógvum var orsøkin eisini tann, at tey sjálv kundu fáa hjálp við børnunum og tískil meira frælsi. Fleiri vístu á, at tað er torført at fáa hjálp til barnaansing í Danmark. Samstundis var tó ein trupulleiki hjá støk­ um, at tað er ov kostnaðarmikið at búgva í Føroyum. Har er ov avmarkaður almennur stuðul til fólk, sum eru stak­ir uppihaldarar. 86  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Sum heild tykjast fólk at vera ótrygg, tá ið tað snýr seg um stovnspláss. Fólk hava ongan kunnleika um, um tað ber til at søkja um stovnspláss frammanundan, tá ið flutt verður, og tey hava misjavnar royndir við hesum. Øll vóru tó samd um, at tað skal bera til at søkja um og fáa stovnspláss tillutað allastaðni í Føroyum, áðrenn flutt verður til landið. Harumframt varð víst á, at ein betri kunning um tilgongdina at søkja er neyðug. Útisetarnir vístu á, at tey vóru stúrin um sjúkrahúsverkið og psykiatriina í Føroyum. Tey eru stúrin um, at tænastan fyri brúkarar er ov vánalig, og í arbeiðshøpi meta tey, at avbjóðingarnar eru ov avmarkaðar í Føroyum. Vitanin á økinum er ótíðarhóskandi og verður raðfest ov lágt. Somuleiðis eru fólk ónøgd við tilboðini, sum børn við serligum tørvi fáa frá dagstovnum og í útbúgvingarskipanini. Útbúgvingartilboð, útbúgvingarumhvørvi og eftirútbúgving Í sambandi við hægri lestur í Føroyum var breið semja um, at: ƒƒ Tað er eitt gott hugskot at útbyggja og savna hægru útbúgvingarnar í Føroyum ƒƒ Færri flyta av landinum, um tað ber til at taka ið hvussu er ein part av útbúgvingini í Føroyum ƒƒ Eitt útbúgvingarumhvørvi hevði gjørt tað munandi meira spennandi at flutt heim, hevði havt stóran vøkstur við sær, hevði lætt um hjá íverksetarum við at givið teimum betri atgongd at fólki við ávísum førleikum og lyft støðið í miðlunum ƒƒ Nordic Masters, har útbúgvingarstøð í ymsum londum samstarva um útbúgvingarnar, er eitt gott hugskot. Harvið fáa fólk eisini mettað trongdina til at uppliva heimin uttan fyri Føroyar ƒƒ Útbúgvingarnar skulu savnast í Tórshavn Summi vístu á, at tað er týdningarmikið, at fólk fara Fylgiskjøl uttanlands fyri at fáa íblástur og víðka sjónar­ring­in. Onnur siga hinvegin, at við einum útbúgvingar­um­ hvørvi í Føroyum er møguleiki fyri at víðka sjónarringin úr Føroyum. Fólk eru tó samd um, at vil ein lokka lesandi til, er neyðugt við spennandi fyrilesarum, einum góðum umhvørvi og góðum og øðrvísi útbúgvingum. Eitt nú ber til lokka fólk at lesa í Føroyum við at bjóða útbúgvingar úr einum meira óvanligum sjónarhorni. lesandi í Danmark á, at føroyingar eru sera væl lýddir í frálandsvinnuni, og tí eiga hesar útbúgvingar at raðfestast høgt. Altjóða næmingar kunnu tá eggjast til at koma til landið. Onnur vístu á, at meira eigur at gerast við at royna nýggja tøkni í Føroyum – sum t.d. tøkni til at framleiða hita og ravmagn. Somuleiðis vísa eitt nú tey lesandi í Danmark á, at tað hevur stóran týdning at lokka altjóða næmingar til Føroya at lesa. Bæði tí tað skapar eitt meira áhugavert umhvørvi og gevur meira íblástur, men eisini tí hesir næmingar geva samfelagnum eitt fíggjarligt íkast. Eitt nú segði ein, at í Aberdeen í Skotlandi hava myndugleikarnir roknað út, at hvør altjóða næmingur legði so nógvan pening og virksemi eftir sær í Aberdeen, at tað var nóg nógv til tvey starvspláss. Sum heild hildu fólk, at tað er jaligt, at viðurskiftini í Føroyum eru minni formlig og meira spontan samanborið við Danmark. Fólk umrøddu tað góða við at fólk hava minni skund í Føroyum, samstundis sum tey hildu tað vera neiligt, at ferðin á arbeiðsplássum er ov lág. Nøkur hildu tað vera meira hugaligt at arbeiða í Føroyum, tí skemt, mál og felags bakstøði gera tað lættari at vera saman. Tað vóru tó fleiri, sum nevndu, at tað er eitt stórt frælsi í tí, at tað eru so fá, ið kenna teg í í Danmark. Tey kendu seg eygleiddan og hildnan aftur í Føroyum. Fólk sakna eisini, at tað verður tosað jaligari um Føroyar, og tey sakna, at fólk gera meira burturúr, fyri at fáa útisetar at kenna seg vælkomnar heim. Fólk vóru av teirri fatan, at støðið á útbúgvingum er lægri í Føroyum samanborið við Danmark. Eitt nú varð nevnt í Suðuroy, at undirvísingin í føroysku studentaskúlunum er ótíðarhóskandi samanborið við t.d. Danmark, Noregi og Grønland. Mestsum øll vóru eisini samd um, at betri møguleikar eiga at vera fyri førleikamenning í Føroyum. Ov fá skeið verða útboðin frá almennari síðu, og tað ger tað torført hjá fólki at dagføra sína vitan. Ein, sum arbeiðir sum granskari í Føroyum, var ónøgd við, at privata vinnan er ov trek til at stuðla nýggjar verkætlanir. Nøkur eftirlýstu eisini betri samband millum útbúgvingarstovnar og vinnulívið, eins og gjørt verður í Íslandi. Somuleiðis eru ov fáar útbúgvingar, sum eru vinnuvendar. Tú kanst læra háttalagið til privatu vinnuna í Danmark, men føroyska vinnulívið er øðrvísi, og tí hóska útbúgvingarnar ikki altíð so væl til føroysk viðurskifti. Somuleiðis vísti ein av teimum Frítíðarlív, hugburður og netverkan í fakbólkum Nakrar av kvinnunum í Suðuroy vístu á skeiva hug­ burð­in í Føroyum til javnstøðu í sambandi við arbeiði og børn. Nakrar høvdu slept tankanum um at fáa eina góða yrkisleið í Føroyum. Eitt av mannfólkunum vísti tó á, at hann kendi seg noyddan at velja yrkisleið frá grundað á, hvar tey høvdu búsett seg. Tað er kortini týdningar­mikið fyri tey, sum eru flutt aftur til Føroya og hava búsett seg í Suðuroy, at tey vilja búgva í Suðuroy heldur enn aðrastaðni í Føroyum. Tey mettu, at tað eru fleiri útisetar, sum hava somu áskoðan. Tey lesandi í Danmark sakna eitt netverk millum útbúnar føroyingar í Føroyum. Tað er ov torført at fáa samband við onnur, og tú sært ov lítið til føroyskar akademikarar. Tey halda, at til ber at bøta um hetta við at brúka alnetið meira til at savna fólk. Tó meta Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  87 Fylgiskjøl tey, at tað, sum veruliga ger mun, er um eitt veruligt lestrarumhvørvi var í Føroyum. Ein vísti eisini á, at hann saknaði meira lív í býnum við kafélívi, tónleiki, sjónleiki o.s.fr. Nøkur vóru av teirri fatan, at Føroyar duga illa at taka ímóti útlendingum. Tey meta, at vit eiga at gera meira fyri at hjálpa fólki at læra mál og mentan, og tey halda, at nógvir føroyingar eru ov skjótir at flenna at og gera gjøldur burtur úr tilflytarum. Álit á politisku skipanina og tjóðskapur Fleiri tosaðu um politisku støðuna í Føroyum, ið hevur við sær, at tey ikki eru fegin um at flyta heim. Serliga nevndu tey: ƒƒ Mentanin verður raðfest ov lágt ƒƒ Politikarar lurta ikki eftir embætisverkinum ƒƒ Skipanin hevur alt ov lítið av virðing fyri serfrøði – summi vóru beinleiðis ill um hetta ƒƒ Útisetar eiga at hava valrætt, eins og útisetar úr eitt nú Avstralia og USA ƒƒ Ungdómurin er ov illa umboðaður Somuleiðis sakna fólk politiskt støðufesti, greiðar politisk ætlanir og gjøgnumskygni í politisku skipanini. Fjølmiðlarnir í Føroyum eru eisini ov veikir. Somuleiðis vóru tey ónøgd við, at fólk í Føroyum hava ov lítið av virkisfýsni og tykjast líkasæl. Nøkur vístu tó á, at tað er jaligt, at í Føroyum er tað lættari at sleppa framat og hava ávirkan. Tey, sum lesa í Danmark, høvdu eina týðiliga fatan av, at tey eru føroyingar, tó at tey eru uttanlands. Sum heild halda tey, at júst tá ið tú flytur til Danmarkar, fyllir tað nógv, at tú ert føroyingur, men sum frá líður fyllir tað minni. Tó kenna tey seg at varðveita føroyska samleikin. Ein vísti á, at føroyski samleikin hevur í veruleikanum lítið við bústað at gera. 88  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Kostnaðarstøði og bústaðarmøguleikar Fólk eru samd um, at kostnaðarstøðið er ov høgt í Føroyum. Sum heild mettu fleiri, at kostnaðarstøðið í mun til lønarlagið er ein tann størsta orsøkin til, at fólk setast aftur við at flyta til Føroya ella til at tey flyta av landinum. Nøkur, ið vóru búsitandi í Føroyum, søgdu, at høga kostnaðarstøðið kann noyða tey av landinum aftur. Fólk meta, at støk foreldur hava ikki ráð at flyta heim til Føroya, hóast tey ofta hava góðar útbúgvingar. Yvirhøvur halda nógv, serliga tey í Tórshavn, at munandi meira eigur at gerast fyri tey, sum ikki eru væl fyri fíggjarliga. Breið semja var um, at tað kostar ov nógv at seta búgv í Føroyum. Fólk sakna bíligari íbúðir og skipaði viðurskifti á íbúðamarknaðinum. Tað var serliga í Tórshavn, at fólk hildu, at kostnaðurin á bústøðum er ein vansi. Millum tey lesandi í Danmark var breið semja um, at næstan øll høvdu bestan hug til at búseta seg í Tórshavn og vóru jalig í umrøðuni av Tórshavnar Kommunu. Eitt nú helt onkur, at ókeypis busskoyringin í Tórshavn er eitt framtakshugað tekin at senda, og ein av teimum kvinnuligu lesandi umrøddi Tórshavn sum ein „lekkran lítlan stórbý“. Nógv hildu, at prísurin á flogferðaseðlum til og úr Føroyum er ein trupulleiki. Fólk vístu fleiri ferðir á, at skal ein familja heim at vitja (í háárstíð), kostar tað einar 20.000 krónur. Onkur kendi seg tiknan til fanga, tí tey ikki høvd ráð at flúgva. Fólk nevndu eisini, at tað hevði gjørt tingini munandi lættari hjá lesandi, um tey kundu koma í okkurt slag av ALS-skipan í Føroyum, meðan tey leitaðu eftir arbeiði. Kunning, samskifti og skráseting, tá ið flutt verður til Føroya Tey lesandi mettu, at tað tá ið tú setur teg í samband við myndugleikar, tekur tað sum heild ov langa tíð at Fylgiskjøl fáa svar. Tey eru ónøgd við tænastuna og vantandi samskifti millum ymsu stovnarnar, aðalráðini og kommunurnar. Somuleiðis meta nøkur, at tað tekur ov langa tíð at fáa eitt føroyskt p-tal til børn hjá útisetum, og harumframt eru tað ov nógvir ymsir stovnar, ið tú skalt venda tær til, tá ið tú flytur heim. Tey, ið vóru búsitandi í Danmark, vístu á, at tað eigur at gerast lættari og skjótari at fáa børn á stovn, fáa V-tal o.s.fr. Fleiri nevndu, at tað hevði verið gott við einari heimasíðu um mannagongdirnar, tá ið tú flytur heim. Hvat skal gerast, hvar fært tú hjálp, hvønn skal tú venda tær til o.s.fr. Onkur helt somuleiðis, at tað eigur at verða kravt av kommunum, at tær hava dagførda kunning um mannagongdir til tey, ið flyta til kommununa. Føroyar eiga at vísa á virknari hátt, at vit vilja hava lesandi heimaftur. Tey, sum í løtuni lesa í Danmark, vístu á, at hóast Jobmatch er eitt gott tiltak, kann tað ikki berast saman við øll teldubrøvini, sum lesandi niðri áhaldandi fáa frá yrkisleiðardeplum á útbúgvingarstovninum. Har fáa tey innbjóðingar, og temum verður víst á møguleikar á arbeiðsmarknaðinum í Danmark. Føroyski arbeiðsmarknaðurin eigur í so máta at gera nógv meira fyri at lokka lesandi heim at arbeiða ella at fáa tey at skriva um føroysk viðurskifti. Fleiri vístu á, at kunning saknast um, hvat tú skalt lesa, um tú vilt arbeiða í Føroyum. Her hava lestrarvegleiðarar ein týðandi leiklut. Tó vístu nøkur á, at tað stendur eisini til teirra við nissjuútbúgvingum sjálv at vera við at skapa arbeiðspláss í Føroyum, og harumframt hevur tú nógv at bjóða meira siðvandnum fyritøkum, um tú hevur eina óvanliga útbúgving. Yvirhøvur var ein greið ábending um, at fólk, sum høvdu samband við føroyska arbeiðsmarknaðin – gjøgnum uppgávur, ella tí tey høvdu arbeitt, áðrenn tey fóru at lesa/í summarfrítíðini – høvdu lættari við at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin og í størri mun fluttu heim. Onkur vísti á, at ein í størri mun skal bjóða miðnámsnæmingum út á arbeiðspláss at royna, hvussu tað er at arbeiða har. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  89 Fylgiskjøl Fylgiskjal 2 Niðurstøður frá viðmerkingum um fólkavøkstur, sum komu inn um heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum Hetta skjal er ein samandráttur av viðmerkingum frá ein­staklingum, feløgum, áhugabólkum og fyritøkum. Í alt komu einar hundrað viðmerkingar inn um heima­ síðuna hjá Vinnumálaráðnum. tí­lík­um umhvørvi í Føroyum varð mett, at ung fólk fóru lætt­ari at støðast her, og meira peningur fór at verða brúktur í Føroyum. – Harumframt vóru tað fleiri, sum vístu á, at fjarlestur er ein góður møguleiki í Føroyum. Inn komu nógv góð hugskot til, hvussu til ber at fáa fleiri fólk til Føroya. Fleiri viðmerkjarar høvdu eisini gjørt sær tann ómak at skriva longri frágreiðingar, har teir gjørdu vart við trupulleikar og forðingar fyri fólka­ vøkstri. Harumframt nevndu fleiri, at tey fegin vildu greiða nærri frá, um tørvur var á tí. Undirtøkan í sjálvum sær er eisini eitt greitt tekin um, at fólk vilja vera við til at skapa eitt betri og meira lokkandi sam­felag. Út­búgv­ ing og gransking, kostnaðarstøði og íbúðir, samband við vinnulívið og arbeiðsmøguleikar vóru tey evnini, ið flest fólk nevndu. Harumframt var nógv umrøða av vant­andi áliti á politisku skipanina, sam­band­in­um við út­heimin, vantandi kunning og etisk mál. Sum heild varð nógv áherðsla lagt á tað at raðfesta gran­ sk­ing og nýhugsan hægri. Hetta var bæði ítøki­liga í sam­ bandi við framleiðslu av ymsum slagi, á heilsu­­øk­in­um og viðvíkjandi gransking sum heild. Fólk vísti á tørv­in á hægri játtan og betri umstøðum fyri gransking, og at tað hevur týdning, at íverksetan verður knýtt at Fróð­skap­ ar­setrinum. Fleiri fólk vístu á, at út­flut­nings­virðið kann øk­jast munandi á hendan hátt. Onn­ur vístu á, at vit áttu at bjóða fleiri handligar út­búgv­ingar og rað­fest tær, ið vit hava, hægri. Dømi vóru nevnd sum fiskivinna og tøkni. Útbúgving og gransking Í sambandi við útbúgving og gransking varð sjóneykan mest sett á Fróðskaparsetur Føroya. Fleiri fólk bóru fram, at tey ynsktu, at Fróðskaparsetrið skuldi savnast á einum stað, og eitt veruligt umhvørvi skuldi skapast kring tað. Harumframt mæltu fólk til, at lestraríbúðir verða bygdar nærindis Setrinum, og at á økið, har sum Setrið er, sum heild skuldi gerast dámligari við mat­ stov­um o.ø. Nógv vístu á, at hetta hevði gjørt tað lokk­ andi at verða verandi í Føroyum. Somuleiðis varð víst á, at handils- og kafélívið kann gerast virknari í einum tí­lík­um umhvørvi kring Fróðskaparsetrið. Við einum 90  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Tað var breið semja um, at karmarnir kring út­búgv­ing í Føroyum skulu betrast og gerast meira lokkandi, eitt nú í sambandi við fólkaskúlan, miðnám og hægri út­búgv­ ingar. Onkur vísti eisini á, at tørvur er á at hækka støðið á barna- og ungdómsútbúgvingum og víðka um t.d. møgu­leikar at fara á eftirskúla í Føroyum og at før­leika­ menna seg. Kostnaðarstøði og samband við útheimin Nógv vísti á, at tørvur er á skipaðum og bíligum møgu­ leik­um at seta búgv í Føroyum t.d. íbúðum av ymsum slag ella lættari atgongd at grundstykkjum. Fólk halda, at tað er ov kostnaðarmikið, og at tað valdar ov nógv óvissa kring tað at finna bústað – serliga í Tórshavn, har nógvir viðmerkjarar tykjast vilja búgva. Fylgiskjøl Harumframt vóru tað fleiri, sum nevndu, at tað er ov kost­n­aðar­mikið at keypa gerandisvørur í Føroyum og at flyta inn vørur. Skotið var upp, at høga kostnaðarstøðið verður kannað. Onnur mæltu til, at avgjaldið á heilsu­ góðar vørur verður avtikið, og onkur vístu á, at tað kostar ov nógv at fáa flytigóðs við inn í landið. Við­merk­ ing­ar vóru eisini um, at skatturin eigur at lækka, og skatta­skipanin skal gerast meira stigvaksandi. orku fyri at skapa arbeiðspláss og fyri at vit kunnu vera minni bundin av at innflyta olju. Onnur vístu á, at fyri at skapa fleiri størv eigur tað almenna fyrst og fremst at brúka føroyskar fyritøkur í verkætlanum, at stuðla teim­ um nýútbúnu og at skunda undir fleiri tænastu­vinnur. Harafturímóti var onkur av teirri áskoðan, at útlendsk feløg eiga at fáa fyrimunir, um tey komu til Føroya. Almennar veitingar og tænastur Nógv nevndu, at tað er neyðugt við betri og bíligari sam­bandi við útheimin, og tey vístu sína ónøgd við kostn­aðin á loftvegis ferðaseðlum til og úr Føroyum. Tey hildu, at tað skapar eina kenslu av at vera fangaður í Føroy­um, tí nógv hava ring ráð at ferðast ofta. Onnur vísti á, at prísurin á ferðaseðlum forðar fyri vinnu­ligari og listaligari menning. Ein føroyingur bú­ sit­andi í Danmark segði, at „fólk, sum á ein ella annan hátt fáast við okkurt, sum krevur, at tú ferðast, ella at onn­ur ferðast til tín, hava sera trupult við at búgva í Før­oy­um.“ Í hesum viðfangi varð nevnt, at ferðaseðlar í mesta lagi eiga at kosta 1.000 krónur aftur og fram. Ein vísti á, at besta loysnin var, um landið keypir Atlantic Airways, so tað kann gerast ein stovnur líkur Strand­ fara­skipum Landsins, og á henda hátt kundi ein fjar­ ferð­ingar­leið verið skapt. Vinnulív og arbeiðsmøguleikar Nøkur sóknaðust eftir betri almennum tænastum og veitingum. Eitt nú vilja fólk hava eina betri barsils­skip­ an, sum er ájavnt við hana í Danmark og at hava betri tilboð til tey við serligum tørvi. Harumframt varð eis­ini nevnt, at útbúgvingarstuðulin eigur at hækka. Somu­ leiðis vóru tað nøkur, sum fegin vildu hava, at lesandi kundu koma upp í eitt slag av ALS-líkari skip­an eftir loknan lestur, meðan tey leita eftir arbeiði. Har­um­framt vísti onkur á, at tað eigur at vera lættari hjá út­lend­ing­ um at búseta seg í Føroyum, tey eiga at fáa betri tilboð um at læra føroyskt, og meira eigur at verða gjørt fyri, at út­lend­ingar kunnu gerast virknir í sam­felagnum. Víst varð eisini á, at stakir uppihaldarar eiga at fáa betri sømdir. Eitt nú varð nevnt, at teir eiga at fáa hægri lestrar­stuðul og fáa bústaðarstuðul (boligsikring). Eis­ini varð nevnt, at børnum eigur at verða útvegað stovns­pláss beinanvegin, tá ið foreldrini flyta til Føroya, soleiðis at tey sleppa til arbeiðis. Serliga hevur tað týdn­ ing fyri stakar uppihaldarar. Yvirhøvur verður sóknast eftir, at stakir uppihaldarar fáa eins góðar sømdir sum í Danmark. Nógv sóknaðust eftir, at vinnulívið og tað almenna sýna størri áhuga fyri lesandi. At tey ítøkiliga royna at vísa á møgu­leikar í Føroyum, brúka lesandi til uppgávur og yvir­høvur gagnnýta tær ritgerðirnar, sum lesandi kortini skulu gera. Eisini var tað onkur, ið sóknaðist eftir, at vinnu­lívið í størri mun setur fólk við útbúgving í starv. Politiska skipanin, álit og kunning Nakrar viðmerkingar vóru um, at Føroyar eiga at venda sær móti øðrum vinnumøguleikum og ikki einans seta sjóneykuna á fiskivinnuna. Eitt nú vístu fólk á at fram­­leiða vatn til sølu, at skapa nýskapanarmiðdeplar, at virka tara og at selja meira viðgjørdar fiskavørur. Har­umframt nevndi onkur týdningin av at menna grøna Eitt, sum gekk aftur í viðmerkingunum, var misálit á pol­itisku skipanini. Fólk líta ikki á, at politikarar taka røttu avgerðirnar ella at løgtingsarbeiðið er nóg skyn­ samt. Fleiri nevndu nepotismu í politisku skip­an­ini – kanska serliga í sambandi við fiski- og ali­vinn­una. Fólk vóru av teirri fatan, at skipanin ikki er nóg gjøgn­ um­skygd, og at tað er vantandi virðing fyri ser­frøð­ini. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  91 Fylgiskjøl Annað, sum funnist varð at, var ferða­endur­g jald hjá pol­itikarum og fráfaringaravtalur. skulu betrast og at sambondini til Havnina sum heild eiga at gerast betri. Fleiri fólk vístu eisini á, at tey sakna at hoyra fleiri góð­ar søgur úr Føroyum. Tey vilja fegin hoyra um góð viður­ skifti, og eisini varð víst á, at hetta eigur at vera ein upp­ gáva hjá t.d. Kringvarpi Føroya. Onnur vilja fegin hava eina „hotline“ ella portal á netinum, sum gevur fólki leið­bein­ing, sum nýliga eru flutt heim. Onkur annar helt, at ein fundarstaður, har ið heimfluttir útisetar kunnu hittast, hevði gjørt tað møguligt hjá fólki at hjálpt hvør øðrum við ivamálum o.tíl. Ymiskt Fólk sóknaðust eftir einum arbeiðsportali til lesandi, starvs­stevnum (Jobmatch) til fólk búsitandi í Føroyum og betri kunning um útbúgvingartilboð í Føroyum. Onk­ur helt eisini, at vit eiga at fylgja við, hvussu langt fólk eru komin í teirra útbúgving og senda teimum eina kunning um, at vit fegin vilja hava tey heimaftur, tá ið prógvið er lokið. Niðurstøða Mentan, útjaðari og samferðsla Eitt av teimum evnunum, sum kom fyri oftari enn tey flestu, var, at fólk fegin vilja hava eina hægri játtan til lista­stuðul. Somuleiðis vóru tað nøkur, sum vístu á, at tey fegin vilja hava, at karmarnir til list gerast betri, at meira list kemur inn í skúlarnar, at fleiri íløgur verða gjørdar í listaverk og at bókasavnstænastur verða rað­ fest­ar hægri. Harumframt vilja nøkur fegin hava, at tað verður lættari hjá einstaklingum at ogna sær ein jarð­ar­ teig ella sleppa upp í part í einum felagshaga. Tað eru rættiliga fá, sum beinleiðis nevna tað, at út­jað­ arin ella miðstaðurin skal mennast. Nøkur fá meta, at út­jað­arin skal mennast, eitt nú vit at savna tey almennu størv­ini, sum hava nakað við útjaðaran at gera. Onnur halda, at tað fyrst og fremst er í miðstaðnum ella á støð­um við góðum sambandi til miðstaðarøkið, at fólk vilja búseta seg. Her varð eisini víst á, at tunnil eigur at gerast millum Eysturoy og Streymoy, at bussleiðirnar 92  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Eitt evni, sum fekk flestar viðmerkingar, var, at sam­ kynd skulu hava fleiri rættindi, eitt nú fáa rætt til at ganga saman í skrásett parlag og hava rætt til ætt­leið­ ing. Fleiri hava viðmerkt, at hetta hevði havt við sær, at fleiri samkynd flyta heim, og at tað eisini hevði verið eitt tekin um, at Føroyar eru vorðnar meira fram­burð­ ar­hug­aðar. Harumframt vóru tað nøkur, sum eftirlýstu størri javnstøðu millum kynini í Føroyum. Sum heild hava fólk tikið sera væl ímóti møguleikanum at senda viðmerkingar og hugskot inn. Nøkur evni hava verið meira eyðsýnd, tí tey hava verið nevnd ofta í viðmerkingunum. Tey eru: betri og bíligari bú­staðar­ møgu­leikar, at raðfesta hægri útbúgvingarøkið og at útbúgvingarnar eiga at savnast á einum stað, so Fróð­skaparsetrið kennist meira sum eitt hægri lestrar­ umhvørvi. Viðmerkingarnar bera heilt greitt boð um, at viðmerkjararnir halda, at fólkafráflyting er ein trupulleiki, sum samfelagið má gera nakað við, t.e. seta tiltøk í verk so skjótt sum gjørligt. Í einari viðmerking var eitt dømi, ið lýsti støðuna við frá­flyting væl. Tað var ein, sum er knýttur at ítrótta­ felagi, ið skrivaði: „Seinastu fimm árini eru 16 leikarar, sum hava verið partur av besta manshópinum hjá [felagnum], farnir til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Sama tíðarskeið er bert 1 leikari heimafturkomin.“ Í so máta er lítil ivi hjá teimum flestu, ið hava sent arbeiðs­ bólk­inum viðmerkingar, at fráflyting er ein trupulleiki. Tó er hugaligt, at tað eru nógv ítøkilig uppskot í við­ merk­ing­unum, ið kunnu betra um støðuna, um tey verða sett í verk. Fylgiskjøl Fylgiskjal 3: Sosialar veitingar í Føroyum og Norðurlondum Norðurlendsk kanning vísir, at munurin millum inn­tøku hjá fólki á arbeiðsmarknaðinum og uttanfyri arbeiðs­ marknaðin er minni í Føroyum enn í grannalondunum Almannamálaráðið greining, 7. mars 2013 „Sosialar veitingar eru lægri í Føroyum enn í granna­ lond­um okkara“. Hetta er ikki óvanligt at hoyra í pol­ itisk­um viðmerkingum, fjølmiðlum, greinum og frágreiðingum og í almenna kjakinum annars. Før­oy­ ing­ar – bæði í Føroyum og í útlondum – hava tí ta fatan, at neyðugt er at hækka sosialu veitingarnar fyri at vit kunnu fáa eitt betri og liviligari samfelag. Sostatt liggur eitt áhaldandi trýst á politisku skipanina um at betra okk­ara sosialu skipanir. Almannamálaráðið hevur í nøkur ár luttikið í norður­ lend­ska samstarvinum í Nososco, sum samanber sosi­ al­ar skipanir tvørtur um norðurlendsku landamørkini. Kann­ing­arnar vísa, at sosialar veitingar í Føroyum í høvuðs­heitum eru á hædd við grannalondini. Sam­an­ ber­ingar skulu tó takast við tí fyrivarni, at tað ber illa til at samanbera veiting fyri veiting. Til tess eru skip­ an­irnar ov ymiskar. Í staðin verða ávísar familju­týp­ur í ávísum støðum samanbornar. Tað kann t.d. vera tøka inn­tøkan hjá einum persóni, sum hevur verið á arbeiðs­ markn­aðinum í 25 ár, sum verður fyri­tíðar­pen­sjón­istur. Ella tøka inntøkan hjá einum stakum uppi­hald­ara við einum barni, sum býr í vanligum leigu­bústaði. Tá tað er skrivað „í høvuðsheitum“, so er tað tí, at tær stóru skipanirnar, sum eru í øllum norðurlondunum, so sum fyritíðarpensjón, sjúkradagpengar, forsorgarhjálp, veitingar til stakar uppihaldarar o.a. – eru á hædd við grannalondini. Eisini aðrar skipanir, sum skipanarliga ikki hoyra til almannaøkið, til dømis arbeiðsloysisstuðul og útbúgvingarstuðul, eru á hædd við grannalondini. Men einstakar skipanir eru eisini, har sjónligur munur er á – eitt nú veitingar í sambandi við barsil (styttri tíð), og føroyingar hava ikki eins og danir rætt til eftirløn. Ongantíð verið eitt endamál at javnseta upphæddirnar millum londini Eitt sereyðkenni fyri norðurlendsku vælferðar­sam­ feløgini er, at trygdarnetið hjá teimum, sum ikki arbeiða, er á lutfalsliga høgum støði í mun til aðrar partar av heiminum. T.v.s. at fíggjarliga kom­pensa­ sjón­in – og harvið inntøkan – hjá teimum, sum ikki arbeiða, er lutfalsliga høg í mun til tey, sum arbeiða. Men tað er týdningarmikið at undirstrika, at fíggjarliga kom­pensa­sjónin verður sædd í mun til onnur, sum liva í sama samfelag. Tað hevur ongantíð verið eitt mál hjá norðurlendingum at javnseta upphæddirnar í teimum einstøku veitingunum landanna millum. T.d. miða íslendingar ikki eftir at fáa sama støði á almanna­veit­ ingum sum í Norra. Lønarlagið í Norra er gott 140 % hægri enn í Íslandi, og skulu íslendingar hava eins høg­ ar almannaveitingar sum norðmenn, so verða almennu veit­ingarnar hægri enn lønirnar. Hevur tú hetta í huga, so er eyðsýnt, at tað ikki er nøkt­ andi bara at samanbera eina upphædd í Føroyum við til­svarandi veiting í einum øðrum landi, tá politikarar leggja til rættis fordeilingspolitikk. Men prinsippini líkjast Prinsippini í fleiri av norðurlendsku skipanunum líkjast. Til dømis eru arbeiðsloysisdagpengar umleið 80% av inn­tøkugrundarlagnum. Hvat faktisku dagpengarnir eru í grannalandinum er ikki eitt parametur, sum verður brúkt í ásetanini av veitingum. Hinvegin er tað í Før­ oy­um ikki óvanligt í almennum kjaki at samanbera við sjálv­ar veitingarupphæddirnar í Danmark. Í fleiri um­ før­um hevur alment verið víst á munin á fíggjar­lig­um korum hjá fólkapensjónistum í Danmark og Føroyum Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  93 Fylgiskjøl og munin á stuðli til stakar uppihaldarar í Føroyum og Danmark o.s.fr. Tað er ein sannroynd, at vit missa ein stóran part av fólkagrundarlagi okkara til Danmark, og sostatt er tað eisini í ein ávísan mun neyðugt at taka atlit til donsk viðurskifti. Og tað er somuleiðis ein sann­ roynd, at nógvar føroyskar sosialar veitingar bæði í lóg og upphæddum líkjast donskum sosialum veit­ing­um. av eini miðalløn, sum blívur hæg­sti fyritíðarpensjónistur, so hækkar tøka inntøkan upp í 120 % í mun til inntøkuna frammanundan fyri­tíðar­pensjónina. Kompensasjónsgrad við fyritíðarpensjón 120 100 Sambært hagstovunum er miðallønin eftir skatt í Dan­ mark gott 30 % hægri enn í Føroyum, og tá sosialu veit­ ing­ar­nar eru áleið eins høgar, so merkir tað, at mun­urin mill­um arbeiði og ikki-arbeiði er minni hjá okk­um enn aðrastaðni. Her skal eisini havast í huga, at tað eru munandi fleiri fólk í Føroyum enn aðrastaðni, sum ar­ beiða niðursetta tíð, og sum harvið hava lut­fals­liga lág­ ar lønarinntøkur. Tað er tí ikki óvanligt at fáa hægri inn­ tøku, tá mann fer frá lønararbeiði til al­manna­veiting. Munurin millum arbeiði og ikki-arbeiði í norðurlondum Kompensasjónsgrad vísir veitingarstøðið í mun til løn­ ar­lagi. Samanberingarnar eru gjørdar útfrá tí sokallaða average wage (aw), sum er roknað eftir OECD-stand­ ard­um og verður vanliga brúkt til samanberingar mill­um lond. Ein aw100 er ein miðal inntøka fyri full­tíð­ar­arbeiði, meðan aw67 svarar til 67 % av eini miðal­inn­tøku o.s.fr. Nevnast skal, at ein ársinntøka fyri ein føroysk-an aw100 í 2011 var 308.665 kr. Kompensasjónsgradin hjá einum aw100 vísir, hvussu tøka inntøkan – t.v.s. eftir skatt og onnur gjøld – broyt­ist, tá mann fer frá arbeiði til t.d. eina almanna­veit­ing. Talv­an niðanfyri skal lesast soleiðis, at inntøkan áðrenn al­manna­ hendingina er 100 %. Talvan vísir, at tá ein mið­al­løntur føroyingur fer frá fulltíðararbeiði til hægstu fyri­tíðar­ pensjón (næstytsti reyði stabbin til vinstru), so lækk­ar tøka inntøkan niður í 88 % í mun til inntøkuna framm­an­undan. Er tað ein persónur, sum hevur eina løn, sum svarar til 67 % 94  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur 80 60 40 20 0 Danmark Føroya hfp Føroya mfp aw67 Føroyar Finnland lfp Norra Svøríki aw100 hfp: hægsta fyritíðarpensjón; mfp: miðal fyritíðarpensjón; lft: lægsta fyritíðarpensjón Á næstu síðu sæst kompensasjónin við arbeiðsloysi. Fyri ein ordans skyld eru føroysku tølini fyri bæði 2011 og 2013 við í myndini. Hámarksveitingin lækkaði úr 20.000 niður í 17.500 kr./mðr. í 2012, og tískil eru bæði árini tikin við. Veitingin er treytað av inntøku frammanundan arbeiðsloysi. Í Danmark er veitingin 90 % av inntøkuni frammanundan, meðan í Føroyum var veitingin 80 % í 2011 men lækkaði til 75 % í 2012. Men hámarksveitingin er hægri í Føroyum, og tí er kompensasjónin á hámarksveitingini hægri í Føroyum. Í hinum norðurlondunum er veitingin við arbeiðsloysi: Finnland 70 % av inntøkuni; Ísland 70 % av inntøkuni; Norra 62,4 % av inntøkuni; Svøríki 80 % av inntøkuni. Myndin vísir kompensasjónina hjá miðalløntum, og í hes­um førum er veitingin í øllum londunum av­markað av einum hámarki. Um myndin í staðin vísti kom­pensa­ Fylgiskjøl sjón hjá lágløntum, hevði veitingin verið undir há­mark­ in­um, og tað hevði sostatt ávirka munin millum londini nakað. Sosialhjálp í % av miðalløn – støk við einum barni 100 80 Kompensasjónsgrad arbeiðsloysi aw100 60 100 40 80 20 60 0 40 Danmark FO 2011 FO 2013 Finnland Ísland Norra Svøríki FO 2011 hámarksveiting 20 0 Danmark FO 2011 FO 2012 Finnland Ísland Norra Svøríki Niðanfyri sæst, hvussu nógv sosialhjálpin er í prosent av miðalløn. Sosialhjálp eitur í Føroyum forsorgarhjálp. Samsvarandi veitingin í Danmark er kontanthjálp. Sosialhjálp er tað niðasta trygdarnetið og verður veitt, tá allir aðrir møguleikar eru troyttir. Sosialhjálp í % av miðalløn – støk uttan børn 80 Frá 1. januar 2013 varð skipanin í Føroyum broytt grundleggjandi, og tí er talið fyri 2013 eisini tikið við í myndina omanfyri. Í Føroyum er farið burtur frá sokallaðum tørvsmettum veitingum til fastar veitingar. T.v.s. at í 2011 vóru veitingarnar individuelt ásettar, tó í mesta lagi svarandi til stabban omanfyri. Í øllum samanberingunum er hædd tikin fyri ymsum barnastuðlum og bústaðarstuðli. Á útreiðslusíðuni er hædd tikin fyri skattum og arbeiðsmarknaðargjøldum. Í síðstu talvuni er eisini hædd tikin fyri dagstovnagjaldi. Trupult at samanbera fólkapensjónina 70 At samanbera pensjónsskipanirnar í norðurlondum er bert í sera avmarkaðan mun gjørligt. Sjálvt millum Danmark og Føroyar eru fleiri fyrivarni, sum skulu havast í huga, um tað skal vera heilt neyvt. Við undantak av Danmark og Føroyum, er tað í stóran mun talan um tvungnar egnar pensjónsskipanir, og hjá hesum er pensjónsinntøkan individuel. 60 50 40 30 20 10 0 Danmark FO 2011 FO 2013 Finnland Ísland Norra Svøríki Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  95 Fylgiskjøl Fólkapensjónssatsir í donskum krónum hjá teimum, sum ikki hava spart upp til egna pensjón Danmark 9.350 Føroyar 9.419 Finnland 5.132 Ísland 7.053 Norra 13.024 Svøríki 5.591 Fyrivarni: satsir frá 2011 umroknaðir til DKK við gjaldoyra pr. dags dato Í Finnlandi, Íslandi, Norra og Svøríki eru bert fá fólk, sum fáa hesar upphæddirnar. Egnar pensjónsuppsparingar hava við sær, at samlaða inntøkan blívur hægri. Í Føroyum eru tað 60-70%, sum fáa upphæddina omanfyri, og í Danmark eru tað 5060%, sum fáa upphæddina. Í donsku upphæddini er eldrakekkurin við, men ikki pensjón frá ATP. Miðal ATP í 2011 var 1.058 kr. (skattskyldugt). Tað kann nevnast at eldrakekkurin byrjar longu at lækka við inntøku á 16.000 kr./ár, og ATP verður roknað upp í tað inntøkuna, sum mótroknar eldrakekkin. Harumframt er tað bústaðarískoyti, sum í hinum londunum hevur týdning fyri tey, sum búgva til leigu. Men havast skal í huga, at tey, sum fáa høgt bústaðarískoyti, eisini hava uppaftur hægri bústaðarútreiðslur. Sambært kanning um korini hjá fólkapensjónistum í Føroyumi eru tað 84 % av øllum fólkapensjónistum, sum hava null krónur í útreiðslum til húsaleigu ella bústaðarlán. ella verri kor enn aðrastaðni. Norðurlendska kanningin fevnir eisini um keypikraft, men vit mangla upplýsingar í Føroyum, fyri at vera við í hesum pørtunum av kanningunum. At veitingarnar eru lutfalsliga høgar í Føroyum kann vera neyðugt, tí ábendingar eru um, at kostnaðarstøðið er høgt í Føroyum. Tá krevst ein hægri inntøka fyri at hava eitt minimum livistøði. Soleiðis sum bústaðarmarknaðurin er háttaður, er eisini í ávísum førum neyðugt við lutfalsliga høgum veitingum. At samanbera almannaveitingar við løn er bert eitt av fleiri møguligum parametrum, sum atlit kunnu takast til, tá talan er um sosiala trygdarnetið. Um ætlanin er at betra um korini hjá fíggjarliga sperdum borgarum, er hækking av veitingum ein háttur, men tað eru eisini onnur amboð enn beinleiðis fíggjarligur stuðul. Sosiala trygdarnetið er sjálvsagt annað enn veitingin til uppihald. Tað snýr seg um bústaðarpolitik, stuðul til heilivág, stuðul til viðgerðir og hjálpitól og so øgiliga mangt annað. Tað snýr seg um, at tey, sum eru í serligum sosialum støðum og hava serligan tørv, kunnu hava eina rímiliga tilveru. Hetta notatið lýsir sostatt bert ein heilt lítlan part av sosialu heildarmyndini. Til ber ikki út frá hesum at siga, um sosiala trygdarnetið er verri ella betri enn í grannalondum okkara. Yvirlit yvir veitingar og lønarinntøkur í Føroyum eftir skatt Niðanfyri er eitt yvirlit yvir inntøku hjá láglønarbólkum og hjá fólkum, sum fáa almannaveiting. Inntøkan er eftir skatt og møgulig arbeiðsmarknaðargjøld. At betra um fíggjarligu korini Sum tað sæst omanfyri, er munurin millum arbeiði og ikki-arbeiði minni í Føroyum enn í øðrum londum. Tað ber tó ikki út frá hesum kanningunum at siga, hvørt fólk, sum fáa sosialar veitingar í Føroyum, hava betri 96  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Til yvirlitið niðanfyri skal viðmerkjast, at tað eru ávísar veitingar og annað, sum allir stakir uppihaldarar hava rætt til. Tað er barnagjald, barnaískoyti og barnafrádrátturin í skattinum. Hesar veitingar eru ikki Fylgiskjøl við í yvirlitinum. Veitingarnar til stakar uppihaldarar eru ikki treytaðar av støðu á arbeiðsmarknaðinum, og sostatt ávirkar hetta ikki munin á inntøku millum arbeiði og ikki-arbeiði. Harumframt skal nevnast, at skattur, arbeiðsmarknaðargjøld og Heilsutrygd er trekt frá. Útreiðslur til fakfelag í sambandi við arbeiði, sum er umleið 300 kr./mðr., er ikki trekt frá. Mánaðarligar upphæddir eftir skatt, arbeiðs­ marknaðargjøld og heilsutrygdargjald: S&K byrjunarløn full tíð FA-tímaløntur full tíð ALS – hámarksgjald Hægsta fyritíðarpensjón Miðal fyritíðarpensjón Lægsta fyritíðarpensjón Forsorgarveiting støk u/børn Forsorgarveiting stakir uppihaldarar Arbeiðsbúgving støk u/børn Arbeiðsbúgving stakir forsyrgjarar Fólkapensjón – støk (uttan aðra innt.) Fólkapensjón – gift tilsamans 11.068 11.800 10.918 12.902 10.658 9.382 8.139 9.476 9.030 10.368 9.779 16.349 Í Føroyum er barnafrádrátturin í miðal 1.051 kr. fyri øll børn 0-17 ár. Í Tórshavnar kommunu er barnafrádrátturin 1.200 kr. pr. barn. Børnetilskud til enlige í Danmark = Barnaískoyti í Føroyum Stakir forsyrgjarar í Danmark fáa 432 kr. pr. barn umframt 440 kr. (men ikki pr. barn). Í Føroyum er barnaískoyti 544 kr. pr. barn. Børnebidrag í Danmark = Barnagjald í Føroyum Børnebidrag í Danmark er 1.247 kr./mðr. pr. barn. Barnagjaldið í Føroyum er 1.074 kr./mðr. pr. barn. Sum kunnugt er tað bústaðarstuðulin, sum er ein týðandi munur millum í fíggjarligu korini hjá barnafamiljum á leigumarknaðinum í Føroyum og Danmark. Hetta er tó í stóran mun avmarkað til tey, sum eru støk við børnum. i Fróðskaparsetur Føroya, Søgu- og samfelagsdeildin, Juli 2010: Í triðja aldri ráða vit yvir degnum – ein kanning av livikorum hjá fólkapensjónistum. Javnan verður víst á góðu viðurskiftini hjá barnafamiljum í Danmark í sambandi við ymsu barnaískoytini. Hartil er at siga, at skipanirnar í Føroyum og Danmark líkjast. Barnakekkur í Danmark = Barnafrádráttur í Føroyum Barnakekkurin í Danmark í 2013 er pr. barn: 0-2 ár: 1.433 kr./mðr. 3-6 ár: 1.134 kr./mðr. 7-17 ár: 893 kr./mðr. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  97 Fylgiskjøl Fylgiskjal 4 Human capital (fólkatilfeingi) NORA hevur saman við OECD gjørt eina búskaparliga greining av Íslandi, Grønlandi og Føroyum víðvíkjandi búskaparvøkstri í fjarskotnum økjum (OECD, 2011).71 Í greiningini verður hugtakið Human Capital ella fólkatilfeingi brúkt sum ein av stóru avbjóðingunum á einum øki. Greiðast kann soleiðis frá Human Capital: ƒƒ Human Capital er heildarvirðið á førleikum, vitan, sosialum eginleikum, persónligum eginleikum og skapan, ið ein persónur, roknaður sum arbeiðsmegi, framleiðir í búskaparligum virði. Íløgur í Human Capital verða ofta roknaðar sum útbúgving og førleikamenning. Í greiningini hjá OECD verður sagt um NORA-økið, at íløgur í fólkatilfeingið í mun til útbúgving og førleikamenning eru avgerandi fyri menningina av vøkstri, t.d. í tøkni og vitanartungum vinnum. Eisini verður í OECD-greiningini staðfest, at í alheimshøpi eru nøkur ferðingarmynstur, sum eru týðilig og ganga aftur. Um møguleikar eru fyri arbeiði, so flyta fólk ofta heim aftur. Ofta hendir hetta eftir, at tey hava fingið børn. Íbúgvafrøðiligi týdningurin av hesum kann vera serstakliga góður, um tey longu hava funnið sær útlendskan maka. Harafturat koma fólk aftur við vitan og tilfeingi, sum tey hava fingið aðrastaðni, og hevur tað tí nógv at siga fyri Human Capital ella heildarfólkatilfeingið. 98  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Nøkur OECD-tilmæli til politikk (OECD 2011): ƒƒ Tey, sum áður hava búð á einum øki, eru tey, sum mestu líkindi eru fyri, at tey flyta aftur hagar ƒƒ Tað er ikki neyðugt at fáa øll, sum eru flutt, at flyta heim aftur. Set heldur fokus á tey, sum hava børn og leita eftir einum betri lívi og einum betri umhvørvi hjá børnunum at vaksa upp í ƒƒ Set fokus á tey lesandi, sum eru útbúgvin á økjum, sum hóska til tørvin, ið landið hevur, ella eru eyðsýndir vinnumøguleikar hjá landinum ƒƒ Skipa soleiðis fyri, at fyrimunirnir við at flyta heim eru sera sjónligir hjá eini familju ƒƒ Tryggja, at búskaparligu fyrimunirnir eru útgreinaðir í útlandinum, har útisetarnir eru, og skapa møguleikar hjá teimum, sum ynskja tað, at flyta heim Hesi tilmæli eru øll áhugaverd í sambandi við heildarætlanina. Fylgiskjøl Fylgiskjal 5 Lívsinntøka Á danska arbeiðsmarknaðinum hevur verið roknað út, hvussu høg lívsinntøkan er fyri ymiskar fakbólkar. Hendan greining er frá 2009, og tað er Arbejdernes Erhvervsråd, ið hevur gjørt hana: http://www.ae.dk/analyse/store-forskelledanskernes-indkomst-gennem-livet Her verður m.a. staðfest, at um tú tekur eina longri hægri útbúgving, fært tú í miðal eina inntøku upp á 18,4 mió. kr. (tøk inntøka eftir skatt) ígjøgnum lívið. Um tú hinvegin velur at taka eina styttri hægri útbúgving (t.d. námsfrøðing) kanst tú í miðal vænta at fáa 12,9 mió. kr. í tøkari inntøku. Um tú tekur eina styttri hægri útbúgving (t.d. elektrikara), er inntøkan 12,2 mió. kr. fyri alt lívið. Til seinast verður roknað út, at ein ófaklærdur hevur eina inntøku á 9,1 mió. kr. ígjøgnum lívið. Hetta kann flytast á føroysk viðurskifti frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarmiði. Fyri hvønn persón, ið ikki flytur heim til Føroya eftir loknan lestur, missir samfelagið inntøkur (varlig meting) fyri 30 mió. kr. fyri hvønn persón (roknað sum bruttoinntøka), um viðkomandi hevur eina hægri útbúgving. Inntøkan, sum samfelagið fær frá einum ófaklærdum, er bert helvtin av inntøkuni fyri ein við hægri útbúgving, tá ið hugt verður at lívsinntøkuni hjá persóninum. Mist inntøka fyri Føroyar roknað fyri hvørji 100 fólk við hægri útbúgving (nøkur dømi) Stutt tíðarskeið – fyri hvørji 100 fólk, sum hava eina hægri útbúgving, sum tey ikki flyta heim við, roknað yvir eitt tíðarskeið á 5 ár (inntøka fyri samfelagið á 500.000 kr. um árið): – 250 mió. kr. Miðallong tíðarskeið – fyri hvørji 100 fólk, sum hava eina hægri útbúgving, sum tey ikki flyta heim við, roknað yvir eitt tíðarskeið á 10 ár: – 500 mió. kr. Longri tíðarskeið – fyri hvørji 100 fólk, sum hava eina hægri útbúgving, sum tey ikki flyta heim við, roknað yvir eitt tíðarskeið millum 40-50 ár: – 2-3 mia. kr. í inntøku. Her er kostnaðurin fyri at útbúgva fólk tey fyrstu lívsárini ikki drigin frá, men tað hevur ikki so stóran týdning í hesum sambandi. Grundarlagið undir hesi útrokning er, at lívslønin er tann sama, sum virðið á einum persóni er fyri samfelagið. Hendan útrokning verður t.d. nýtt, tá ið roknað verður við virðisøking fyri almenna geiran. Tá ið tað snýr seg um privata geiran, hevur ein persónur vanliga meiri virði enn sína løn. Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  99 Fylgiskjøl Fylgiskjal 6 Nýútbúgvin – rætt til arbeiðsloysisstuðul Talið er grundað á, at tey, sum hava eina hægri útbúgving ella vinnuførleikagevandi útbúgving annaðhvørt frá lærustovni í ella uttan fyri Føroyar, fáa útgjald úr ALS í 6 mánaðir. Studni metir, at uml. 450 nýútbúnir føroyingar við hægri útbúgving (styttri, miðallangari ella langari) kundu roynt at fingið arbeiði á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum árliga. Av hesum eru 300 útbúgvin í Føroyum og restin er uttanlands (mett verður, at helvtin av teimum 300, sum eru útbúgvin uttanlands, koma til Føroya hvørt ár). Hinvegin eru tað fleiri av teimum, sum koma aðrastaðni frá, sum kunnu hava trupult við at finna arbeiði, tí tey t.d. ikki hava eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðinum og sakna netverkið í Føroyum. Her nýta vit donsk tøl72, ið siga, at nýútbúgvin eru tríggjar ferðir so nógv í vanda fyri at gerast arbeiðsleys enn restin av arbeiðsmarknaðinum; t.e. av teimum 150, sum flyta heim, verða í miðal 13,5% arbeiðsleys teir fyrstu seks mánaðirnar (mest tann fyrsta mánaðin). Hetta vil siga 20 fólk. Av tí at hetta er ein nýggj skipan, er ilt at meta um, hvat hon kemur at kosta. Sambært ALS eru tað uml. 10% (januar 2013) av teimum arbeiðsleysu, sum hava eina hægri útbúgving. Hetta kann samanberast við, at tað fyri allar føroyingar eru uml. 25%, sum hava eina hægri útbúgving (Hagstovan, Manntal). Sostatt hava væl útbúgvin fólk lættari at fáa arbeiði enn tey uttan útbúgving. Í alt kann væntast, at 34 nýútbúgvin koma í ALSskipanina, og fer hetta at kosta 34 x 6 mánaðir x (14.000) = 2,856 mió. kr. um árið. Um skipanin fer at galda í 12 mánaðir, verður kostnaðurin minni enn tað dupulta, tí fleiri fáa arbeiði, sum mánaðirnir ganga. Ábendingar eru um, at tey útbúnu í Føroyum mest sum øll fáa eitthvørt arbeiði (300 fólk hvørt ár), tí kann arbeiðsloysisprosentið fyri tey varliga metast til 4,5% (14 fólk); tað er tað sama sum fyri restina av arbeiðsmarknaðinum. 100  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur Hinvegin kann roknast við, at vinningurin av, at útbúgvin fólk koma til Føroya, er nógv størri, um tað eydnast teimum at fáa arbeiði. Fær viðkomandi arbeiði, skal hann bert arbeiða nakrar mánaðir fyri at hava skapt vælferð (BTÚ) fyri tað, ið viðkomandi hevur fingið í ALSstuðli. Notur Notur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 Arbeiðsbólkurin vildi fegin havt tosað við aðrar útisetar enn teir, ið eru búsitandi í Danmark og í Englandi, men avmarkaða tíðin forðaði hesum. Arbeiðsbólkurin hevur tó um aðrar samskiftismiðlar fingið íkast frá útisetum uttan fyri Danmark. Bólkasamrøðan varð hildin í miðstaðarøkinum, men fólk, ið eru búsitandi í Norðoyggjum, Eysturoynni og øðrum bygdum uttan fyri Havnina, luttóku. Fortreytirnar fyri framskrivingina er, at burðartíttleikin minkar niður í 2,15, og livialdurin økist nakað við lítlari fráflyting (uml. 100 um árið) Kelda: Hagstova Føroya Kelda: Hagstova Føroya Kelda: Hagstova Føroya Hamilton, L. C. og Otterstad, O. (1998). „Sex ratio and community size: Notes from the Northern Atlantic“, Population and environment: A journal of interdisciplinary studies, 20 (1): 11-22. Mobilitetstyregruppen (2010). „Mobilitet i Grønland: Sammenfatning af hovedpunkter fra analysen af mobilitet i Grønland“, 2. udgave. Mobilitetstyregruppen (2010). „Mobilitet i Grønland: Sammenfatning af hovedpunkter fra analysen af mobilitet i Grønland“, 2. udgave. Eurostat (2000). „Push and pull factors of international migration“, Luxembourg: Office for Official Publications of the European Communities. Corbett, M. (2007). Learning to Leave The Irony of Schooling in a Coastal Community. Halifax: Fernwood Publishing. Kelda: Studni Kelda: Studni Olsen, J. M. (2010) „The Faroe Islands: Studying abroad: Welcome exposure or brain drain?“ í Saarikallio-Torp, M. Og Wiers-Jenssen, J. (eds.). Nordic students abroad: Student mobility patterns, student support system sand labour market outcomes. 109-118. Hagstova Føroya Godfrey Baldacchino: Population Dynamics from Peripheral Regions: A North Atlantic Perspective, Refereed Articles, Feb 2008, no 27, European Journal of Spatial Development. Peter Arbo, Hvordan kan de statlige høgskolene styrke sin posisjon som regionale utviklingsaktører? Gransk­ing­ar­grund­aðar útbúgv­ingar eru eyðkendar við, at tað eru virk­nir gransk­arar, sum hava ábyrgd av, at út­búgv­ingin altíð hev­ur støði í nýggjastu gransk­ing­ar­úr­slit­un­um og vit­anarmenningini. Kunskapstriangeln i Norden, Kartläggning av strategier och genomförda aktiviteter, Göran Melin och Linda Blomkvist (Faugert & Co Utvärdering) http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/ Hagstova_Foroya/tema/GRANSKING_MENNING Í átøkum 1, 4 og 9 er tørvurin á fleiri vinnuførleikagevandi útbúgvingum eisini umrøddur. 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 Briggs, A.R.J.; Clark, J. and Hall, I. (2012). „Building bridges: Understanding student transition to university“, Quality in Higher Education, iFirst article, 1-19. Universitets- og bygningsstyrelsen (2009). Campus og studiemiljø: Fysiske rammer til morgendagens universiteter. s 106. Eitt kollegium er ofta ein rættiliga stór eind við nógvum íbúðum til lesandi. Við hvørt er talan um sjálvstøðugar íbúðir, men tað kann eisini vera kømur, har lesandi eru felags um køk. Dansk Studerendes Fællesråd. Løgtingslóg nr. 63 frá 23. Juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving, við seinni broytingum.  Løgtingsmál nr. 91/2012. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Kelda: Manntal http://www.oecd.org/economy/surveys/49447668.pdf http://nyhederne.tv2.dk/article.php/id-47731214:oecdboligskat-skal-op-i-danmark.html Kostnaðarmetingin er ein leys meting. Hon er grundað á tey, sum fáa fíggjarligt frípláss, har arbeiðsbólkurin hevur mett, at tey í stóran mun eru stakir uppihaldarar. Støðið er tikið í fríplássum í Tórshavnar Kommunu samanborið við mongd av børnum á stovnum í kommununi og fólkatali, og síðan er lutfallið roknað í mun til fólkatalið í síni heild í landinum. Løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti. Kelda: Hagstova Føroya og Fíggjarmálaráðið. Talið er grundað á 6.500 kr.* 3200 familjur, sum hava 3 børn ella fleiri. 3200 er ein meting grundað á hagtøl hjá Hagstovu Føroya. Løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti. Kostnaðarmetingin er grundað á lønar- og burðarhagtøl fyri 2011 og hvussu nógv barnburðarfarloyvi, sum pápar hava tikið. Kelda: Hagstova Føroya. Landsverk (2012). „Føroyar sum ein býur: Samferðsluætlan 2012-2024: Strategi og mál“, 1. partur, s. 39. Staksberg, K. J. (2012). „Hava Føroyar kós ímóti havsins dýpi“, Sosialurin 23. november. Holm, D. (2012). „Førleikamenning og arbeiðsmegi: Tørvurin hjá føroyskum fyritøkum“. Granskingardepilin fyri samfelagsmenning. Arbeiðsrit 29/2012. Evaluation of the graduate talent pool internship scheme (2011), Department for Business, Innovation and Skills,BIS Research Paper 28. Talið er grundað á donsku skipanini, sum veitir 12.500 kr. í ískoyti til fyritøkur í seks mánaðir. http://vover.dk/fagomrader/ videnspilo/. Corbett, M. (2007). „All kinds of potential: Women and outmigration in an Atlantic Canadian coastal community“, Journal of rural studies, 23, 430-442. Hamilton, L. C. og Otterstad, O. (1998). „Sex ratio and community size: Notes from the Northern Atlantic“, Population and Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  101 Notur 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 environment: A journal of interdisciplinary studies, 20 (1): 11-22. Kelda: Nám Tann norðurlendski millumtjóðasáttmálin um almannatrygging (Nordisk Konvention af 18. august 2003 om social sikring) varð víðkaður 1. juli 2005 til eisini at fevna um Føroyar. Tó so er sáttmálin ikki galdandi fyri innanhýsis viðurskifti millum Føroyar og Danmark. Viðurskiftini, sum eru galdandi millum londini, eru tilskilað í Aftale af 26. august 1993 mellem Arbejdsministeriet og Færøernes Landsstyre om koordination af arbejdsløshedsforsikring. Í árinum 2010/11 vóru 1240 lesandi uttan fyri Føroyar. Kelda: Studni. Hesar viðmerkingar eru m.a. frá MFS, Føroysku ráðgevingini í Keypmannahavn, frá fokusbólkum og teimum almennu viðmerkingunum, ið eru innkomnar um heimasíðuna. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi (2007). „Hví føroyingar búseta seg í Danmark“. Lærlingar eru ikki fevndir av skipanini, tí teir frammanundan hava havt A-inntøku í Føroyum og kunnu tí melda seg inn í ALS eftir, at lærutíðin er lokin. Tey, sum hava verið í læru í øðrum Norðurlandi og hava verið meldað í ein A-kassa, hava eisini frammanundan møguleika at melda seg inn í ALS. Løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt. Løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti. Anordning nr. 182 frá 22. marts 2001. Ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven, sum broytt við anordning nr. 704 frá 29. juni 2012 („Útlendingalógin“). OECD (2011): OECD Territorial Reviews: NORA region 2011: The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway. OECD Publishing. Lov nr. 462 frá 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse. OECD (2011): OECD Territorial Reviews: NORA region 2011: The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway. OECD Publishing. Hagstova Føroya (2012) „Øll telja við“. Grundað á 48.351 fólk. Heimasíða hjá Hagstovu Føroya. Integratsjónsálit (2011). Innlendismálaráðið. Integratsjónsálit (2011). Innlendismálaráðið. s. 34. Er grundað á undirvísing fimm støð í landinum. Omaná legst kostnaður til høli og undirvísingartilfar. Hagstova Føroya CIA World Factbook: Sex ratio, http://en.wikipedia.org/wiki/ List_of_countries_by_sex_ratio (6/3/13) ChartsBin statistics collector team 2011, Worldwide Human Sex Ratio for Total Population, ChartsBin.comhttp://chartsbin.com/ view/2337 (6/3/13.) Norden (2011) Megatrends s. 50 102  Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur 63 64 65 66 67 68 69 70 71 72 Hamilton, L. C. og Otterstad, O. (1998). „Sex ratio and community size: Notes from the Northern Atlantic“, Population and environment: A journal of interdisciplinary studies, 20 (1): 11-22. Dahlstrøm M. (1996) „Young women in a male periphery: Experiences from the Scandinavian North“, Journal of rural studies, 12 (3) 259-271. Granskingardepilin fyri samfelagsmenning, Arbeiðsrit 27/2011 s. 13. Í 2012 forvunnu menn 61% av samlaðu lønarútgjaldingunum og kvinnur 39%. www.hagstovan.fo. Arbeiðsbólkurin hevur fingið fleiri viðmerkingar um at kvinnur arbeiða niðursetta tíð. Fleiri hava víst á, at tað kann vera trupult hjá kvinnum, serliga í umsorganarstørvum, yvirhøvur at sleppa at arbeiða fulla tíð. Ein orsøk verður søgd at vera, at stovnsleiðararnir eru av tí fatan, at arbeiðsmegin er mest støðug, um starvsfólkini arbeiða niðursetta tíð. At nógvar kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð, ynskja at arbeiða fulla tíð, sæst eisini aftur í hagtølunum frá Manntali. Har sæst, at meira enn helmingurin av kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Av teimum eru tað oman fyri 20%, sum halda tímatalið vera ov lágt; hetta svarar til meira enn 1200 kvinnur. Knudsen, Karin Jóhanna L. (2009). „Køn og magt i politik og erhvervsliv på Færøerne“, í TemaNord 2009:569. Umboðan í verandi løgtingið eru 11 kvinnur og 22 menn. Á kommunvalinum í 2012 vórðu 149 menn og 57 kvinnur vald, svarandi til 72% menn og 28% kvinnur. Demokratia. OECD Territorial Reviews (2011). NORA Region 2011 The Faroe Islands, Greenland, Iceland and Coastal Norway’. OECD Publishing. Arbejderbevægelsens erhvervsråd (http://www.ae.dk/analyse/ store-forskelle-danskernes-indkomst-gennem-livet). Heildarætlan: Fólkaflyting og fólkavøkstur  103 Føroya Landsstýri apríl 2013