Innkeyps- og útboðspolitikkurin hjá landinum fyri keyp av vørum og tænastum 1 INNIHALDSYVIRLIT Innihaldsyvirlit Samandráttur s. 3 Innkeyps- og útboðspolitikkurin 0.1 Inngangur s. 7 0.2 Hvør er umfataður av innkeyps- og útboðspolitikkinum s. 10 1. Partur: Innkeypspolitikkurin 1.1 Hvat er alment innkeyp 1.2 Hagtøl um alment innkeyp 1.3 Verandi skipan av almennum innkeypi 1.4 Lýsing av ymiskum innkeypshættum 1.5 Meginreglur fyri alment innkeyp 1.6 Altjóða sáttmálar í sambandi við alment innkeyp 1.7 Krøv í almennum innkeypi 1.8 Frámæli í almennum innkeypi 1.9 Førleikamenning og samstarv um alment innkeyp s. 12 s. 13 s. 16 s. 18 s. 22 s. 24 s. 25 s. 29 s. 30 2. Partur: Útboðspoltikkurin 2.1 Ætlanin við útboðspolitikkinum 2.2 Krøv til kappingarútseting 2.3 Útbjóðingartilgongdin 2.4 Útbjóðingartilfar s. 33 s. 34 s. 39 s. 43 Viðheft skjøl Orðalisti Viðkomandi spurningar og viðmerkingar s. 48 s. 52 s. 54 SAMANDRÁTTUR Samandráttur Leingi hevur verið sóknast eftir, at tað almenna fær eina skipaða tilgongd til keyp av vørum og tænastum. Mong hava eftirspurt hetta, bæði innan tað almenna og í vinnuligum høpi. Tað almenna brúkar á hvørjum ári stórar upphæddir og hevur skyldu at brúka skattaborgarans pening skynsamt. Í løtuni eru ongar skipaðar reglur fyri keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna. Tó skal sigast, at allir almennir stovnar og myndugleikar hava eina lógarbundna skyldu at taka neyðug búskaparlig atlit, tá játtan verður brúkt (løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan). At taka búskaparlig atlit merkir, millum annað, at sýna í verki effektivitet, framleidni og sparsemi og er hetta beinleiðis skrivað í viðmerkingunum til lógina. Sostatt er hesin politikkur grundaður á eina lógarbundna skyldu. Innkeyps- og útboðspolitikkur ásetur, hvussu almennir stovnar skulu fyrihalda seg, tá hugsað verður um keyp av vørum og tænastum. Yvirskipaða endamálið við at orða og seta í verk ein innkeyps- og útboðspolitikk er, at almenna tilfeingið verður nýtt so effektivt sum gjørligt. Tí skal alment innkeyp fara fram eftir nøkrum meginreglum, sum eru við at tryggja effektivitet, gjøgnumskygni í innkeypsgongdini og at viðferðin av veitarum er eins. Við almennum innkeypi skal skiljast alt, sum tað almenna keypir av vørum og tænastum á privata marknaðinum, sama hvør innkeypsháttur verður brúktur. Við útboð og útbjóðingar skilst ein serligur formur fyri innkeyp, har vørur og tænastur verða bodnar út á privata geiran til vinnurekandi at bjóða upp á eftir einum ávísum leisti. Innkeyps og útboðspolitikkurin er galdandi fyri allar almennar stovnar og myndugleikar undir landinum. Sí nærri lýsing undir punkti 0.2 (s. 10). Sostatt eru somu reglur galdandi fyri alt tað almenna innkeypið hjá landinum. Innkeyps- og útboðspolitikkurin er býttur upp í tveir høvuðspartar. Fyrsti partur er innkeypspolitikkurin, sum ásetir tær meginreglur, sum skulu vera galdandi fyri vørur og tænastur, sum tað almenna keypir frá privatum veitarum, sama hvør innkeypsháttur verður nýttur. Annar partur er útboðspolitikkurin, sum ásetir, nær vørur og tænastur skulu verða bjóðaðar út millum privatar veitarar. Eisini ásetir útboðspolitikkurin tær mannagongdir, sum skulu verða nýttar í útbjóðingunum. Útboðspolitikkurin umfatar kappingarútsetan (s. 34) og útbjóðingarmannagongdir (s. 39). Málini við innkeyps- og útboðspolitikkinum Málini, sum landsstýrið vil røkka við at seta innkeyps- og útboðspolitikkin í gildi, eru: 1: At uppgávurnar hjá tí almenna verða kappingarútsettar í tann mun, tað er skynsamt SAMANDRÁTTUR At kappingarútseta merkir, at tað almenna, har tað er skynsamt og loysir seg, útsetur uppgávur, sum frammanundan verða loystar innanhýsis hjá tí almenna, fyri kapping frá privatu vinnuni við at bjóða út. 2: At vøksturin og effektiviteturin í privata geiranum verður stimbraður 3: At privatar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram til at loysa uppgávur fyri tað almenna Meginreglur fyri alment innkeyp Í innkeyps- og útboðspolitikkinum eru nakrar meginreglur, sum eru galdandi fyri alt keyp hjá tí almenna – og hetta sama hvør innkeypsháttur verður brúktur. Hesar eru sostatt nakrar grundhugsjónir, sum skulu vera týðiligar í øllum keypi hjá tí almenna. Meginregla 1: Virði fyri pening Grundhugsjónin í almennum innkeypi skal til eina og hvørja tíð vera, at virði skal fáast fyri pening. Tað merkir, at tilfeingið hjá tí almenna skal umsitast á so skynsaman hátt, sum møguligt, har mest virði fæst í almennum innkeypi. Sostatt skal tað almenna velja tær loysnir, har mest virði fæst fyri peningin. Meginregla 2: Gjøgnumskygni Mannagongdir í sambandi við alment innkeyp skulu verða gjøgnumskygdar. Fyritøkur, borgarar og onnur skulu hava álit á, at almenn innkeyp eru ópartísk, rættvís, saklig og sýna opinleika. Meginregla 3: At fremja virkna kapping Virkin kapping er ein fortreyt fyri, at marknaðurin verður effektivur og kappingarførur. Sostatt er tað umráðandi, at tað almenna er við til at undirbyggja hetta og ikki við sínum innkeypi er viðvirkandi til at minka um kappingina á marknaðinum. Krøv í almennum innkeypi Umframt at hesin politikkur vísur á nakrar meginreglur í almennum innkeypi, eru eisini nøkur ítøkilig krøv til almennar innkeyparar um, hvussu tey skulu fyrihalda sær. Niðanfyri eru høvuðskrøvini í innkeyps- og útboðspolitikkinum. Allar upphæddir eru uttan MVG. 1) Keyp úr kr. 50.000 upp í kr. 800.000: Minst tvey tilboð skulu umbiðjast 2) Keyp úr kr. 800.000: Skulu bjóðast út, men við ávísum undantøkum1 3) Rammusáttmálar við virði yvir kr. 800.000 skulu bjóðast út 4) Mál í útbjóðingartilfari skal vera føroyskt, umframt at annað viðkomandi mál kann nýtast, har bjóðað verður út uttanfyri Føroyar 5) Har tað fremur kapping, ella á annan hátt kann vera gagnligt, kunnu almennir myndugleikar býta eina veiting upp í fleiri vørubólkar. Endamálið við at býta eina veiting upp, er ikki at býta upp fyri at sleppa undan einari útbjóðing. Samlaða útboðsvirðið skal tí vera tað sama og talan er 1 Undantøkini eru nærri lýst í punkti 1.7 í innkeyps- og útboðspolitikkinum SAMANDRÁTTUR framhaldandi um eina útbjóðing, men við fleiri vørubólkum. Á henda hátt kunnu fyritøkur bjóða seg fram at loysa antin partar av samlaðu uppgávuni ella samlaðu veitingini 6) Myndugleikar skulu útseta innanhýsis uppgávur fyri kapping á privata marknaðinum, har tað er skynsamt. Myndugleikar skulu tí gjøgnumganga sínar uppgávur í minsta lagi 4. hvørt ár fyri at meta um, hvørjar uppgávur hóskandi kunnu bjóðast út. Ein nærri lýsing av omanfyrinevndu krøvum og onnur viðurskifti í samband við keyp av vørum og tænastum kann síggjast í restina av hesum skjali. INNKEYPS- OG ÚTBOÐSPOLITIKKURIN: SAMLAÐ SKJAL Innkeyps- og útboðspolitikkurin hjá landinum Skjalið í fullum líki 6 INNGANGUR 0. Innkeyps- og útboðspolitikk 0.1 Inngangur Í 2009 keypti landið vørur og tænastur fyri 1,1 mia. kr., umframt at íløgur vórðu gjørdar fyri 184 mió. kr. Kommunurnar keyptu inn fyri yvir 400 mió kr. í vørum og tænastum og gjørdu harumframt íløgur fyri áleið 375 mió kr. Leggja vit hesi hagtøl saman, er talan um alment innkeyp fyri yvir 2 mia. kr. um árið. Tað er eyðsæð, at her er talan um stórar upphæddir og sum ein stórur innkeypari er tað týdningarmikið og neyðugt, at tað almenna sýnir skynsemi og ábyrgd. Ábyrgd fyri at umsita skattapengar skilagott, ábyrgd fyri gjøgnumskygni og at sýna óheftni í innkeypstilgongdini og ábyrgd fyri at stimbra kappingina á teimum marknaðum, har tað almenna virkar sum innkeypari. Innkeyps- og útboðspolitikkurin er ein byrjan til at skipa almenna innkeypið, harímillum eisini útbjóðingar. Tó so er miðað ímóti, at skipanin verður so smidlig sum gjørligt fyri brúkararnar, t.v.s. vinnuna og myndugleikarnar. Sostatt er talan um eitt skipað alment innkeyp, sum skal vera til gagns fyri allar partar, uttan at vera ov bureaukratisk. Søguliga sæð hevur alment innkeyp verið óskipað og inntil fyri kortum var tað bert á tryggingar-, byggi- og annleggsøkinum, at reglur vóru galdandi. Seinastu tvey árini eru lóg5 og rundskriv6 sett í gildi, ið áleggja øllum landsstýrisfólkum og stovnsleiðarum at bjóða út tær vørur og tænastur, sum eru egnaðar til útbjóðing. § 7 í løgtingslógini um landsins játtanarskipan er orðað soleiðis: “Tá ið veitt játtan verður nýtt, skulu neyðug búskaparlig atlit verða tikin.” Í viðmerkingunum til hesa ásetingina stendur millum annað: “At taka neyðug búskaparlig atlit ber við sær, at sýnast skal í verki  effektivitetur (mál, ið sett verða fyri viðkomandi stovn ella stuðulsskipan o.a. samanborið við orkuna, ið nýtt er),  framleidni (tal av framleiddum eindum, eitt nú í mun til talið av seingjardøgum ella skurðviðgerðum á einum sjúkrahúsið ella talið av loystum málum í eini umsiting)  umframt sparsemi (at neyðug og nøktandi orka verður brúkt til at loysa eina uppgávu, at t.d. útreiðslur til umboðan eru á einum hóskandi og rímiligum støði, at avsláttarskipanir verða gagnnýttar, at kostnaðarstøðið fyri fingnar vørur og tænastur verður tryggjað við, at slíkar veitingar við jøvnum millumbilum verða bodnar út, hóast eingin lógaráløgd skylda er til tess, at bygningar stgøðugt verða røktir soleiðis, at tað slepst undan stórum umvælingum seinni o.s.fr.)” Harumframt er § 11 1) í rundskrivinum um at taka neyðug búskaparlig atlit, ið varð sett í gildi 1. oktober 2011, orðað soleiðis: “Í neyðugan mun skal verða biðið um fleiri tilboð, tá vørur og tænastur verða umbidnar.” 6 6 Rundskriv um eftirlit og at taka neyðug búskaparlig atlit, sum kom í gildi 1. oktober 2011. Rundskriv um eftirlit og at taka neyðug búskaparlig atlit, sum kom í gildi 1. oktober 2011. 7 INNGANGUR Sostatt eru útboðsreglur longu galdandi fyri landsumsitingina, tá ið tað snýr seg um keyp av vørum og tænastum í gerandisdegnum, men útboðsmentanin í føroysku landsumsitingini er framvegis rættiliga veik. Í 1985 kom í gildi løgtingslóg um útbjóðing (licitatiónslógin) fyri veitingar innan byggivirksemi. Eitt av høvuðsendamálunum við útbjóðingarlógini var at fremja kapping á privata byggimarknaðinum og hevur byggivinnan víst á, at samanumtikið hava reglurnar roynst væl. Mint skal vera á, at innkeypsog útboðspolitikkurin umfatar keyp av vørum og tænastum og ikki byggi- og annleggsuppgávur. Tó so, fellur tað mesta av almennum innkeypi uttanfyri útbjóðingarlógina og hava almennir innkeyparar og privatir veitarar fáar reglur um innkeyp at halda seg til. Endamálið við innkeyps- og útboðspolitikkinum Yvirskipaða endamálið við at orða og seta í verk ein innkeyps- og útboðspolitikk fyri tað almenna er, at tilfeingið verður nýtt so effektivt sum til ber. At tilfeingið verður nýtt effektivt inniber, at roynt verður at fáa munadygga kapping um uppgávurnar, har tað er gjørligt. Harumframt er neyðugt at tryggja, at mannagongdirnar í sambandi við alment innkeyp virka fyri, at fyritøkur hava somu møguleikar at bjóða upp á uppgávur. Við hesum í huga eru niðanfyrinevndu mál sett fyri innkeyps- og útboðspolitikkin. Mál fyri innkeyps- og útboðspolitikkin 1. At vøksturin og effektiviteturin í privata geiranum verða stimbraður 2. At privatar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram at loysa uppgávur fyri tað almenna 3. At uppgávurnar hjá tí almenna verða kappingarútsettar í tann mun, tað er skynsamt og effektivt Mál 1: At vøksturin og effektiviteturin í privata geiranum verður stimbraður Við at tað almenna setur sum mál at loysa uppgávunar so effektivt sum møguligt kann tað væntast, at ein natúrlig avleiðing er, at kappingin í privata geirinum økist, og at uppgávurnar tí verða loystar meira effektivt. Øktur effektivitetur er grundarsteinurin undir búskaparvøkstri. Harumframt kann eitt økt fokus á, hvussu tað almenna mest effektivt fær vørur og tænastur til vega, føra til at tað í størri mun verður kannað um tað privata kann framleiða vørur og tænastur effektivari enn tað almenna. Mál 2: At privatar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram til at loysa uppgávur fyri tað almenna Í hesum málinum liggur tann hugsjónin, at fyritøkur skulu hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram undir somu fortreytum. Sostatt hevur tað almenna skyldu at lýsa alment tá talan er um útbjóðingar og at biðja um fleiri tilboð, tá talan er um smærri uppgávur. 8 INNGANGUR Mál 3: At uppgávurnar hjá tí almenna verða kappingarútsettar í tann mun, tað er skynsamt og effektivt Ætlanin við hesum málinum er, at tað almenna skal útseta uppgávur fyri kapping, har tað er skynsamt og effektivt. At útseta uppgávur fyri kapping inniber, at tað almenna kannar um ein ítøkjulig uppgáva kann loysast fyri minni kostnað við at bjóða hana út. Hetta antin tá talan er um innanhýsis uppgávur (t.v.s. tær, sum eru loystar av starvsfólki hjá tí almenna) ella uttanhýsis uppgávur, sum higartil ikki eru bodnar út í kapping millum fleiri fyritøkur. Ætlanin við innkeyps- og útboðspolitikkinum Tað er ein sannroynd, at Føroyar eru ein lítil marknaður og hetta hevur við sær, at fleiri marknaðir hava bert tveir ella í summum førum ein veitara. Hetta eigur tó ikki at vera ein forðing fyri at gera ein yvirskipaðan innkeyps- og útboðspolitikk fyri tað almenna. Heldur er ætlanin, at innkeyps- og útboðspolitikkurin skal vera ein grundhugsan um, hvørji atlit verða tikin, tá tað almenna keypir inn – ein grundhugsan, sum virkar sum eitt fast støði undir reglum og vegleiðingum í sambandi við alment innkeyp. 0.1.1 Arbeiðsbólkurin fyri innkeyps- og útboðsreglur Á heysti 2010 setti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ein arbeiðsbólk at orða og seta í verk ein innkeyps- og útboðspolitikk. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Vinnumálaráðið, Innlendismálaráðið, Kappingareftirlitið, Landsverk, Vinnuhúsið, Fíggjamálaráðið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. Øll hava hesi høvdu eitt umboð hvør, tó undantikið Vinnumálaráðið, sum hevði tvey umboð (formann og skrivara). Arbeiðið varð skipað soleiðis, at arbeiðsbólkurin hevði fundir aðru hvørja viku. Í hesari tilgongdini hevur arbeiðsbólkurin fingið íkast frá umboðum úr vinnulívinum, feløgunum og almennum/ kommunalum aktørum. Harumframt hevur eisini verið kannað, hvussu onnur lond hava skipað seg í samband við almennum innkeypi og útboð og hvørjar reglur eru galdandi. Arbeiðsbólkurin hevur serliga lagt dent á at kanna innkeyps- og útboðsreglur í smátjóðum sum t.d. Isle of Man, Ísland, 9 INNGANGUR Hetland og Áland. Reglurnar í Danmark eru eisini nýttar sum íblástur, serliga skipanir fyri alment innkeyp og útboð hjá donskum kommunum. 0.1.2 Bygnaðurin í innkeyps- og útboðspolitikkinum Innkeyps- og útboðspolitikkurin er býttur í tveir høvuðspartar: 1) Innkeypspolitikk og 2) Útboðspolitkk Fyrsti partur snýr seg um innkeypspolitikk í síni heild innan almenna geiran. Her verður núverandi støðan viðgjørd og grundleggjandi hugsjónirnar undir nýggja innkeypspolitikkinum eru orðaðar. Harumframt eru teir mest vanligu innkeypshættirnir umrøddir og tilmæli til innkeypshættir gjørd. Seinast í hesum parti verða almennir førleikar at keypa inn umrøddir. Í øðrum parti, um útboðspoltikk, verður innkeyp gjøgnum útboð meira neyvt viðgjørt. Hesin partur er býttur upp í tveir yvirskipaðar partar, nevnliga kappingarútseting og útbjóðingartilgongd. Fyrsta evnið, kappingarútseting, snýr seg um, hvussu almennir myndugleikar kunnu taka støðu til, hvørjar uppgávur eiga at verða bodnar út og hvørji atlit skulu takast í hesari viðgerð. Næsta evnið, útbjóðingartilgongdin, er um mannagongdir í sambandi við eina útbjóðing og lýsir t.d. nøkur av viðurskiftunum, sum hædd skal takast fyri í einari útbjóðing og hvat innihaldið í útbjóðingartilfarinum eigur at vera. 0.2 Hvør er umfataður av innkeyps- og útboðspolitikkinum? 10 Tey, sum eru umfatað av innkeyps- og útboðspolitikkinum, eru:  Feløg og myndugleikar, sum reka virksemi, sum kemur undir játtanarsløgini rakstrarjáttan og landsfyritøka í játtanarskipan landsins Tey, sum ikki eru umfatað av innkeyps- og útboðspolitikkinum, eru:  Onnur feløg, sum eru meira óheft av almennu umsitingini, eitt nú almenn partafeløg og onnur, sum ikki koma undir omanfyrinevndu játtanarsløg Tað almenna kann krevja, at virksemi, sum verður fíggjað heilt ella partvís við almennum stuðli, fer fram í tráð við innkeyps- og útboðspolitikkin INNKEYPSPOLITIKKUR Fyrsti partur: Innkeypspolitikkurin hjá landinum 11 INNKEYPSPOLITIKKUR 1. Partur: Innkeypspolitikkur 1.1 Hvat er alment innkeyp? Sum part av virkseminum og í sambandi við tænastuveitingar til borgaran, keypir tað almenna vørur og tænastur á privata marknaðinum. Hesi keyp umfata alt frá bíligum og lutfalsliga einføldum veitingum, sum t.d. skrivstovuamboð til meira truplar, kostnaðarmiklar og samansettar vørur/verkætlanir, sum t.d. ein nýggj KT-skipan. Alment innkeyp er sostatt alt keyp hjá tí almenna av vørum og tænastum, sum ikki verða framleiddar í almenna geiranum. Innkeyp kann fara fram á ymsan hátt og er ofta tengt at slagi av keypi og hvussu stóra íløgu talan er um. Sum dømi um innkeypshættir kunnu nevnast útboð, hissini keyp og rammuavtalur. Hesi verða nærri umrødd seinni. Fyri at tryggja sær, at almenn innkeyp eru skynsom (t.e. rætta vøran/tænastan verður keypt og at mest virði fæst fyri peningin), er tað neyðugt, at tað almenna hevur innkeypsførleikar. Sostatt er umráðandi, at tað almenna sýnir dugnaskap og ábyrgd í innkeypstilgongdini, bæði so at fyritøkur hava álit á innkeypsmannagongdunum og soleiðis, at peningur verður nýttur á skynsaman hátt. Umframt at betra um innkeypsførleikar hjá tí almenna sum heild, er tað eisini neyðugt hjá tí almenna at hava serkunnleika til teir ymsu innkeypshættirnar. Tað kann nevniliga vera orkukrevjandi hjá tí almenna at bjóða út og hjá privata geiranum at veita tilboð. Tí er umráðandi, at innkeypið er greitt, gjøgnumskygt og væl skipað. Samanumtikið er tað tó neyðugt, at tað almenna hevur førleikar at tillaga innkeypsmannagongdina eftir, hvør vøra/tænasta verður keypt og eftir bygnaðinum á teimum ymsu marknaðunum. Ætlanin er tí, at innkeyps- og útboðspolitikkurin fyri keyp av vørum og tænastum - seinni saman við lóggávu á økinum - skulu gera tilgongdina greiðari og virka sum ein hjálp hjá almennum innkeyparum. 12 UM ALMENT INNKEYP 1.2 Hagtøl um alment innkeyp Tað almenna keypir eina víðfevnandi røð av vørum og tænastum. Í Føroyum eru tað viðhvørt serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi fyri nógvar vørur og tænastur, sum tað almenna keypir nógv av. Hetta stendst av, at talan ofta er um keyp, har tað bert eru ein ella tveir útbjóðarar á føroyska marknaðinum, t.d. ferðaseðlar, olja, el, og telefoni. Sostatt kann kappingin á fleiri marknaðum vera avmarkað - ella, í summum førum, als ikki til staðar. Talva 1 vísir árligu rakstrarútreiðslurnar hjá landinum7 frá 2007 til 2011. Árligu rakstrarútreiðslurnar hjá landinum hava í miðal verið 3,3 mia. kr. hesi árini. 64% av árligu rakstrarútreiðslunum fara til lønir, meðan restin fer til keyp av vørum og tænastum. Talva 1: Rakstrarútreiðslur hjá landinum, 2007 til 2011 Mió. kr. 2007 2008 2009 2010 2011 Miðal % Rakstrarútreiðslur 3.079 3.331 3.342 3.407 3.409 3.314 100 -Lønir v.m. 1.893 2.036 2.120 2.250 2.258 2.111 64 -Keyp av vørum & tænastum 970 1.071 1.024 972 988 1.005 30 -Keyp av útbúnaði, netto 104 104 79 86 79 90 3 -Leiga, viðlíkahald og skattur 98 107 114 92 78 98 3 -Avskrivingar o.a. 1 2 1 1 1 1 0 5 8 0 -Ymsar rakstrarútreiðslur 13 11 4 6 Viðm. tølini fyri 2010 eru ikki endalig, og tølini fyri 2011 eru úr fíggjarlógaruppskotinum 2011. Afturat rakstrinum koma árligu íløguútreiðslurnar hesi árini, sí talvu 2. Íløgur eru størri verkætlanir, sum vanliga strekkja seg yvir fleiri ár, og er meginparturin av íløgunum innan byggi- og verklagsøkið. Talan er serliga um bygningar, skip, vegagerðir og aðrar verkætlanir hjá Landsverki. Talva 2: Løguútreiðslur hjá landinum, 2007 til 2011 Mió. kr. 2007 2008 2009 2010 2011 Miðal Íløguútreiðslur 288 228 188 176 209 218 Viðm. tølini fyri 2010 eru ikki endalig, og tølini fyri 2011 eru úr fíggjarlógaruppskotinum 2011. Íløguverkætlanirnar skulu tí játtast við serligari verklagslóg, umframt játtanina á løgtingsfíggjarlógini. Einstøku íløguverkætlanirnar kunnu tí í summum førum kosta fleiri hundrað milliónir, hóast árligu íløguútreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini ikki eru líka stórar. 1.2.1 Býti av dagliga keypinum hjá landinum Í 2009 keypti landið fyri góða 1,1 mia. kr. í vørum og tænastum. Talva 3 (á næstu síðu) vísir, hvørjar vørur og tænastur landið keypti fyri hesar pengar. Síðani er greitt frá nøkrum serligum viðurskiftum, ið eru galdandi fyri innkeypið og marknaðirnar, har landið keypir vørur og tænastur. 7 Almenni raksturin fevnir eisini um kommunurnar, men Fíggjarmálaráðið hevur ikki enn eina endaliga skipan, sum kann útgreina rakstrartølini hjá kommununum. Tí verður bert raksturin hjá landinum lýstur. 13 UM ALMENT INNKEYP Talva 3: Landsins keyp av vørum og tænastum í 2009 (kr.) Keyp av vørum, tænastum og útbúnaði tilsamans 1.102.825.074 Vørur og tænastu tilsamans 1.024.049.584 Ferðing 62.142.109 - Ferðing og flutningur alment sett innanlands 8.527.257 - Ferðing og flutningur alment sett uttanlands 24.004.794 - Ferðing og flutningur onnur 29.610.058 Umboðan 8.715.700 Matur og drykkivørur 25.209.851 El 19.915.814 Olja 55.979.279 - Olja til hiting 19.878.924 - Olja til flutning 36.100.355 Keyp av vørum/tilfari til víðari sølu Keyp av vørum/tilfari til víðari sølu punktgjøld v.m. Keyp av pappíri og prentlutum Keyp av vørum annars Telefon Postgjøld Grannskoðanar-, roknskapar- og løgfrøðiligar tænastur Trygging Keyp av tænastum í sambandi við edv og kt Keyp av tænastuveitingum annars Keyp av vørum og tænastum frá kommunum Útbúnaður tilsamans Flutningsútbúnaður Telduútbúnaður og edv-menning Skrivstovuútbúnaður Innbúgv, maskinur og útbúnaður annars 166.223.159 84.295.805 3.439.485 158.884.041 16.416.579 6.603.959 8.406.483 10.344.407 60.557.345 329.548.651 7.366.917 78.775.490 6.860.918 35.083.319 1.450.645 36.060.380 Tryggingarendurgjøld -374.427 Søla av brúktum flutningsútbúnaði -234.000 Søla av brúktum skrivstovuútb., maskinum, innbúgvi o.ø.        -71.345 Keyp av vørum til víðari sølu eru vørurnar, sum Apoteksverkið (166 mió. kr.) og Rúsan (84 mió. kr.) keypa at selja víðari í vinnuligari sølu, í alt 251 mió. kr. Ferðing og flutningur fevna um starvsfólk hjá landinum og sjúklingaflutning til serviðgerð uttanlands. Her er bert ein veitari á marknaðinum millum Føroyar og Danmark og millum oyggjarnar innanlands, 62 mió. kr. Á elmarknaðinum er ein veitari á marknaðinum. 20 mió. kr. Á oljumarknaðinum eru tveir stórir veitarar á marknaðinum, 56 mió. kr. Á telemarknaðinum eru tveir stórir veitarar á marknaðinum, 16 mió. kr. Á postmarknaðinum er ein veitari innan brævasendingar. 7 mió. kr. Á tryggingarmarknaðinum eru tveir veitarar, men her eru útboðsreglur ásettar í Tryggingarrundskrivi landsins, 10 mió. kr. (Áðrenn tryggingarrundskrivið kom í gildi, vóru árligu tryggingarútreiðslurnar hjá landinum um 17 mió. kr.) Í 2009 hevur landið sostatt brúkt 442 mió. kr. av 1,1 mia. kr. til at keypa vørur at selja víðari, og at keypa vørur og tænastur á marknaðum, har tað bert er ein, tveir ella heilt fáir veitarar. Eftir eru sostatt góðar 660 mió. kr. at keypa vørur og tænastur fyri á marknaðum, har tað er størri kapping. Hetta tal skal tó takast við fyrivarni, tí tveir rættiliga stórir postar eru keyp av vørum og tænastum annars, í alt 489 mió. kr. í 2009. Partar av hesum keypinum kunnu allarhelst skrásetast undir mono- 14 UM ALMENT INNKEYP og duopolmarknaðunum omanfyri. Nú er 2009 tikið sum dømi, men býtið av vøru- og tænastukeypinum hjá landinum broytist ikki stórvegis frá ári til ár. Omanfyri fáa vit innlit í, hvussu landið keypir inn (hesi tøl umfata ikki kommunala innkeypið) og hvørjar vørur og tænastur, peningurin er nýttur til. Her er tað serliga merkisvert, at tað er eitt innkeyp upp á góðar 600 mió. kr., har økt kapping og meira skynsamt innkeyp kunnu skapa sparingar, hóast tað eru partar av hesari upphædd, sum frammanundan verða bjóðaðir út. Harumframt framleiðir tað almenna sjálvt tænastur fyri ein kostnað upp á oamnfyri 2 mia. kr. Partur av hesari framleiðslu kann sannlíkt kappingarútsetast og hava eina effektivisering við sær. Um landið nýtir hesar 600 mió. kr. 5% meira skynsamt, er talan um eina sparing upp á 30 mió. kr. um árið 15 UM ALMENT INNKEYP 1.3 Verandi skipan av almennum innkeypi Hyggja vit eftir almenna innkeypinum í dag, eru tað bara tvey øki, sum eru skipað við reglum. Hetta eru tryggingarviðurskiftini hjá landinum og byggi- og annleggsøkið, sum ávíkavist eru umfatað av tryggingarrundskrivi landsins og av løgtingslógini um útbjóðing8. Umframt hesi øki stendur eisini beinleiðis í løgtingslóg um játtanarskipan landsins, at búskaparlig atlit skulu verða tikin, tá játtan verður brúkt.9 Tað er ein sannroynd, at vit í Føroyum hava lutfalsliga drúgvar royndir við byggi- og annleggsarbeiði og í tílíkum verkætlanum er ofta talan um lutfalsliga stórar peningaupphæddir. Allarhelst er hetta orsøkin til, at júst hetta økið er betur skipað, enn tá talan er um keyp av vørum og tænastum. Hóast tað eru fáar ítøkiligar ásetingar um alment innkeyp, eru nakrar yvirskipaðar reglur, sum kunnu útleiðast av generellum lógum (t.d. fyrisitingarlógini) og dómaraskaptum rættargrundsetningum. Tær týdningarmiklastu í innkeypshøpi eru:  Saklig atlit: Hetta merkir, at avgerðir hjá tí almenna skulu vera grundaðar á saklig metingarstøði. T.d. at velja veitara út frá, hvar hann hevur fyritøku, vil í flestu førum verða roknað sum eitt ósakligt metingarstøði  Peningur hjá tí almenna skal brúkast skynsamt og á best møguligan hátt: Hetta merkir, at mest virði skal fáast fyri pengarnar hjá tí almenna  Prinsippið um eins viðferð: Hetta inniber eitt krav um somu kor og umstøður, sum skulu nýtast ópartískt mótvegis teimum fyritøkum, sum ætla at bjóða ella hava bjóðað upp á eina uppgávu hjá tí almenna. Sostatt kunnu almennir myndugleikar ikki handfara eins umstøður ymiskt uttan so, at tað eru sakligar orsøkir til tess Í flestu londum kring okkum eru ásetingar um, hvørjar uppgávur skulu bjóðast út, tað veri seg við almennari útbjóðing ella avmarkaðum útboði. Ásetingar um nær ein uppgáva skal bjóðast út eru í flestu førum treytaðar av kostnaðir fyri eina verkætlan. Tey lond, sum eru umfatað av ES-reglum, hava greiðar ásetingar um, nær ein almenn uppgáva skal bjóðast út og undir hvørjum fortreytum. Í Føroyum hava vit ikki nøkur hagtøl fyri, hvussu keypt verður inn. Tað er tí trupult at meta um, í hvønn mun uppgávur verða bodnar út, men afturmeldingar frá kommunum geva ábendingar um, at fleiri kommunur hava innkeypsreglur og mannagongdir í onkrum líki, skrivaðar ella óskrivaðar. Tá talan er um innkeypssamstarv er helst lítið av innkeypi, har stovnar/myndugleikar samstarva sínámillum í sambandi við innkeyp/útbjóðingar, hóast nakrar kommunur samskipa innkeypið hjá sær til teir kommunalu stovnarnar. Tílík samstørv kunnu hava til endamáls at minka um kostnaðin og/ella at læra hvør av øðrum. Sum liður í arbeiðinum at gera ein innkeyps- og útboðspolitikk, hevur arbeiðsbólkurin havt samrøður við ymsar bólkar, bæði frá privata og almenna geiranum. Tað, sum hevur gingið aftur í 8 9 Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. Løgtingslóg nr. 42 frá 4 mai 2009 um landsins játtanarskipan 16 UM ALMENT INNKEYP fleiri av samrøðunum, er, at tey, ið keypa inn fyri tað almenna, sum heild ikki eru nóg serkøn/servand, tá tey keypa inn. Hesar afturmeldingar hava m.a. snúð seg um: Gjøgnumskygni: Tað skal vera møguligt og lætt at skilja innkeypstilgongdina. T.v.s. hvussu verður boðið út, hvat verður væntað av tilboðsgevarum og hvussu og hví verður ein veitari valdur fram um annan. Hetta krevur, at almenni myndugleikin er greiður, ópartískur og opin. Førleikar og fyrireiking: Fleiri afturmeldingar hava víst á, at førleikar hjá almennum innkeyparum eiga at betrast. Við hesum hevur serliga verið sipað til útbjóðingartilfar, sum viðhvørt hevur verið ógreitt, ófullfíggjað og sett órealisktiskar treytir til veitarar. Harumframt hevur ofta verið ov illa umhugsað, hvørji metingarstøði verða nýtt í avgerðini um, hvør veitari vinnur sáttmálan. Atfinningarnar, sum hava verið førdar fram, kunnu vera tengdar bæði at vantandi førleikum í sambandi við innkeyp sum heild, men harafturat hava innkeyparar ofta ov avmarkaða vitan um ta vøruna, tey keypa. Í innkeypstilgongdini hevur eisini verið fýlst á vantandi fyrireiking frá almennari síðu, t.v.s., at innkeyp sum heild eru ov illa umhugsað frammanundan, t.d. hevur verið víst á, at tað almenna ofta manglar eina grundleggjandi vitan um, hvussu bygnaðurin er á marknaðinum, tey venda sær til. Harafturat er útbjóðingartilfar ofta ógreitt, hevur manglar og sum heild ov illa gjøgnumarbeitt. Afturmeldingar frá vinnuni vísa á, at tað er umráðandi, at tað almenna:  Ger innkeypstilgongdina greiða og skilliga fyri vinnuni  Sýnir eins viðferð av tilboðsveitarum, so øll viðkomandi fáa høvi at bjóða upp á eina uppgávu  Tryggjar sær, at útbjóðingartilfarið er greitt og fullfíggjað. Harumframt skal tað vera lætt hjá tilboðsveitarum at gjøgnumskoða hvørji metingarstøði verða nýtt í vali av veitara  Eigur at hava grundleggjandi vitan um bygnaðin á tí marknaði, tey venda sær til Sum nevnt omanfyri er tað sera avmarkað, hvørji øki eru skipað, tá vit hugsa um alment innkeyp. Tá talan er um keyp av vørum og tænastum er hetta sera avmarkað. 17 LÝSING AV YMISKUM INNKEYPSHÆTTUM 1.4 Lýsing av ymiskum innkeypshættum Tá talan er um innkeyp hjá tí almenna, verða fleiri innkeypshættir nýttir. Hvussu ein myndugleiki velur at keypa inn, er tengt at fleiri viðurskiftum, eitt nú hvør vøra/tænasta skal keypast, hvussu stóra upphædd talan er um, hvussu nógvar fyritøkur eru á marknaðinum og um vøran/tænastan javnan ella afturvendandi verður keypt. Teir mest vanligu innkeypshættirnir verða nú umrøddir. 1.4.1 Hissini keyp Tá vit tosa um hissini keyp, er talan vanliga um smærri keyp, sum kosta lutfalsliga lítið, eitt nú keyp av kaffi ella skrivstovulutum. Í summum førum er eisini talan um vørur og tænastur, sum verða keyptar heldur sjáldan, t.d. smærri amboð, forrit ella ein blaðlýsing. Vanliga verður ikki nógv orka løgd í tílík keyp og eru hesi ofta vanakeyp. Innkeypsmannagongdin er sostatt eyðmerkt av, at lutfalsliga avmarkað vitan verður fingin til vega um vøruna, umframt at keypt verður ofta uttan at kanna, hvat fæst á marknaðinum. Sostatt er talan um ein innkeypsform, sum er merktur av, at eingin kapping er um vøruna/tænastuna. Hetta má eisini metast at vera ein mannagongd, sum kann góðtakast í førum, har talan er um smærri keyp, so tíðin, ein almennur myndugleiki nýtir at keypa inn, samsvarar við virðið á keypinum. Tó so er tað hugsandi, at tað eru fleiri keyp, sum koma undir hendan innkeypshættin, enn ráðiligt er. Her verður sipað til keyp, sum antin kosta lutfalsliga nógv ella keyp, sum eru heldur torskild, har myndugleikin eigur at leggja meira orku í at kanna, hvørjar veitingar kunnu fáast á marknaðinum og til hvønn prís. Eisini kann tað hugsast, at smærri afturvendandi keyp kunnu effektiviserast, um annar innkeypsháttur verður nýttur. 1.4.2 Útboð10 Útboð kann í stuttum lýsast sum ein innkeypsformur, har tað almenna heitir á ein breiðan ella avmarkaðan skara um at geva eitt tilboð upp á eina ávísa uppgávu í kapping við onnur. Harumframt eigur eitt útboð at fylgja serligum mannagongdum (nærri viðgjørt í partinum um útboðspolitikk). Endamálið við útbjóðingum er, at fyritøkur hava javnbjóðis møguleika at bjóða upp á almenn innkeyp. Útbjóðing kann gerast á ymsan hátt og ber viðhvørt í sær eina undangóðkenning av fyritøkum, serliga til stórar verkætlanir (prekvalifikatión). Sum innkeypsformur er útbjóðing sera útbreidd í flestu ídnaðarlondunum og verður hesin formur nýttur til keyp av vørum og tænastum, byggi- og annleggsverkætlanum og almennum veitingarvirksemi (t.d. el, telefon, hita, vatn). Fyri at tryggja fyritøkum javnbjóðis møguleika at bjóða upp á almenn innkeyp, seta flestu lond kring okkum krøv um útbjóðingar til viðurskifti, so sum:     10 Krav um, at uppgávur omanfyri eina ásetta upphædd skulu bjóðast út Innihald í útbjóðingartilfari (t.d. greið kunning um tað, ið uppgávan snýr seg um) Hvussu útbjóðing verður almannakunngjørd (t.d. hvussu og hvar skal lýsast) Mannagongdir í sambandi við val av veitara (t.d. greið krøv í útbjóðingartilfari, greið metingarstøði, at viðgerðin av tilboðum er almenn o.s.fr.) Útboð, m.a. teir ymisku útboðsformarnir verða meira neyvt lýstir í 2. parti, útboðspolitikkur. 18 LÝSING AV YMISKUM INNKEYPSHÆTTUM Í Føroyum hava vit nakað av royndum við útbjóðingum, men er hetta serliga í sambandi við byggiog annleggsverkætlanir. Tí er tørvur á at gera greiðari reglur um, nær ein uppgáva eigur at bjóðast út og hvussu farast skal fram í sambandi við útbjóðing av vørum og tænastuveitingum. Í framløgum og afturmeldingum, sum arbeiðsbólkurin hevur fingið frá kommunum, myndugleikum og vinnuni, hava fleiri áheitanir verið um, at nýggjar reglur eiga at vera liðiligar og greiðar. 1.4.3 Rammuavtalur Samanumtikið er ein rammuavtala ein sáttmáli millum veitara og innkeypara um keyp av vørum fyri ein ávísan prís í eina avmarkaða tíð. Ofta verða slíkir sáttmálar bodnir út. Sostatt er ein rammuavtala ikki ein innkeypsformur sum so, men er sjálvur sáttmálin, sum fastleggur ein prís fyri keyp av ávísum vørum og tænastum. Í einari rammuavtalu eru vanliga ikki krøv um, at ávísar nøgdir av einari vøru skulu verða keyptar. Tílíkar avtalur eru serliga væl egnaðar, tá talan er um vørur og tænastur, sum verða keyptar við jøvnum millumbilum og í lutfalsliga stórum mongdum yvir tíð. Í høvuðsheitum eru tvey sløg av rammuavtalum. Hesi eru:   Rammuavtala við einum veitara: Her er talan um eina avtalu um keyp av somu vøru frá einum veitara. Vanliga er keyparin bundin at keypa allar vørur og tænastur, sum avtalan fevnir um frá sama veitara Rammuavtala við fleiri veitarum: Hetta slagið av rammuavtalu inniber, at keyparin hevur avtalu um keyp av samlíkum vørum og tænastum frá fleiri veitarum Hyggja vit eftir fyrimunum við rammuavtalum við einum veitara mótvegis fleiri veitarum kann sigast, at har talan er um ein veitara, sæst ofta størri loyalitetur frá veitarasíðu, størri títtleiki í keypi kann geva hægri avsláttur og tískil lægri kostnað og lægri umsitingarligar kostnaðir. Harafturímóti kunnu rammuavtalur við fleiri veitarum skapa størri kapping á marknaðinum og gera keyparan minni bundnan at veitaranum11. Tá rammuavtalur verða bodnar út, kann keyparin velja at snikka útboðið soleiðis saman, at tað ber til at hava meira enn ein veitara. Eitt nú kann tað vera møguligt hjá einari minni fyritøku í útjaðaranum at geva tilboð upp á partar av afturvendandi innkeypinum, sum verður boðið út. Annar møguleiki er, at tað verður bíligari hjá keyparanum at velja tveir ella fleiri veitarar fyri at halda samlaða kostnaðin á einum lægri støði. Hetta slagið av rammuavtalum hoyrir tó kortini undir tað fyrst nevnda slagið av rammuavtalu, nevniliga við einum veitara. Í Føroyum hevur tað almenna gjørt sær nakrar royndir við rammuavtalum í sambandi við veiting av KT, mati og heilivági. Nakrar av hesum rammuavtalunum hava verið bodnar út. Tó so er hugsandi, at almennir myndugleikar kunnu samstarva um innkeyp við rammuavtalum, serliga tá talan er um vørur, sum eru lutfalsliga standardiseraðar. SKI Rammuavtalur í sambandi við alment innkeyp verða nógv nýttar í londum kring okkum og eru hesar ofta á landsplani ella sum samstarv millum kommunur. Eitt nú kunnu stovnar í Skotlandi gerast partar av einum almennum felags innkeypsneti og kenna vit eisini líknandi innkeypssamtak í 11 r Linthorst, M. M. And Telgen, J. (2006) Public purchasing future: Buying from multiple suppliers. http://www.utwente.nl/mb/ompl/staff/Linthorst/67_linthorst_telgen_edited_acc.pdf 19 LÝSING AV YMISKUM INNKEYPSHÆTTUM Danmark, nevniliga Statens og Kommunernes Indkøbsforening (SKI). SKI hevur ein hóp av rammuavtalum innan øki so sum frálæru, bygging, KT og televeiting, skrivstovuamboð, mat, orku o.s.fr. Almennir føroyskir myndugleikar hava eisini atgongd at keypa umvegis SKI við at skráseta seg. Sum nú er, er hesin innkeypsmøguleikin bert nýttur til keyp av ávísum vørum og tænastum og eru tað lutfalsliga fá, sum keypa inn við at nýta SKI sáttmálar. Ábendingar eru tó um, at nakrar vørur kunnu fáast fyri ein minni kostnað, ímeðan aðrar eru bíligari at keypa á føroyska marknaðinum12. 1.4.4 Avbjóðingarrættur Í summum londum, eitt nú í Danmark, hevur tann skipanin verið roynd, at fyritøkur hava havt rætt til at bjóða upp á virksemi, sum tað almenna sjálvt rekur ella útinnur. Hesin avbjóðingarrættur er eisini galdandi fyri tænastur, sum ikki eru bodnar út frammanundan. Í tílíkum førum hevur tað verið krav, at tað almenna samanber veruligar kostnaðir at veita tænastuna við ítøkiliga tilboðið frá einari privatari fyritøku. Royndir við avbjóðingarrættinum hava víst, at hann ikki hevur haft ætlaðu effektina, tí privatar fyritøkur ikki nýttu henda møguleika í nóg stóran mun. Orsøkin var serliga, at privatu fyritøkurnar ivaðust í, um tað var stríðið vert at gera eitt fullfíggjað tilboð, tá tað var ógreitt, um tað almenna yvirhøvur ynskti, at uppgávan varð loyst av privatum. Reglurnar um avbjóðingarrætt eru nú strikaðar í Danmark. Harafturímóti hevur Kommunernes Landsforening (KL) gjørt avtalu við danska statin um nøkur mál fyri, hvussu stórur partur av tænastuveitingunum hjá kommununum skal bjóðast út. Í Føroyum er eingin formlig forðing fyri, at privatar fyritøkur nýta avbjóðingarrættin, tí tað stendur altíð einari privatari fyritøku frítt at senda eitt tilboð upp á eina veiting til tað almenna. Tó er hetta ikki vanliga nýtt. Allarhelst er tað ov ógjøgnumskygt og tungt hjá privatum fyritøkum at samanbera sínar prísir við veruligar kostnaðir hjá tí almenna at veita ávísar tænastur. Sí eisini punkt 1.8, har tað verður frámælt at nýta avbjóðingarrættin í Føroyum. 1.4.5 Alment privat samstarv Alment privat samstarv skal í hesum høpi skiljast sum ein serligur formur fyri samstarvi millum tað almenna og privatar fyritøkur. Tó eru nógvir variantar av hesum samstarvi, men her verður einans meginsjónarmiðið lýst – ofta kallað PPP (public private partnership) ella á føroyskum APS (alment privat samstarv). Í tílíkum samstarvi verður ein sáttmáli gjørdur millum tað almenna og ein ella fleiri privatar fyritøkur um veiting av ávísari tænastu í eitt longri tíðarskeið. T.d. kann talan vera um at byggja og fíggja eitt fongsul og reka tað í 30 ár, afturfyri at tað almenna rindar eitt árligt gjald frá teirri løtu, fongslið verður tikið í nýtslu. Í tílíkum førum verður ein fyritøka stovnsett, sum hevur til endamáls at samskipa og reka virksemið í sambandi við bygging og/ella rakstur av verkætlanini. Tílíkar verkætlanir seta stór krøv til partarnar og krevja stórar íløgur frá privatari síðu. Tað er ógreitt, júst nær hesin samstarvsformur loysir seg, men sambært summum metingum, skal ein íløga vera omanfyri 100 mió. kr. fyri at ein tílík samstarvsavtala er lønandi. Serliga í Bretlandi og Írlandi hevur hesin samstarvsformur verið nýttur og eru ávísar fyritøkur og myndugleikar vorðin rættiliga roynd í at reka verkætlanir í almennum privatum samstarvi. 12 T.d. hevur KT-fyrisitingin hesar royndir 20 LÝSING AV YMISKUM INNKEYPSHÆTTUM Hesin háttur er higartil ikki nýttur í Føroyum, hóast tað í tilgongdini viðv. Skálafjarðartunlinum eru brúkt nøkur elementir frá almennum/privatum samstarvi. Sí eisini punkt 1.8, har alment/privat samstarv (public-private partnership) sum innkeypsháttur verður frámæltur. Hetta merkir tó ikki, at tað almenna og privata ikki við fyrimuni kann samstarva meira. Tað merkir bert, at júst hesin háttur at samstarva verður frámæltur. 21 MEGINREGLUR Í ALMENNUM INNKEYPI 1.5 Meginreglur fyri alment innkeyp Endamálið við teimum meginreglum, sum eru partur av almenna innkeypspolitikkinum er, at tær eru grundarlag undir framtíðar innkeypi hjá tí almenna. Øll, sum eru fevnd av innkeypspolitikkinum, skulu tí sum útgangsstøði fremja innkeypini í samsvari við hesar meginreglurnar. Harumframt er ætlanin, at meginreglurnar verða nýttar sum grundarlag, tá rættarreglur verða settar í verk fyri alment innkeyp. Meginreglurnar fyri alment innkeyp eru lýstar niðanfyri. Meginreglur fyri alment innkeyp:  Virði fyri pening  Gjøgnumskygni  At fremja virkna kapping Harumframt eru eisini serlig atlit, sum kunnu takast í almenna innkeypinum Virði fyri pening Grundhugsjónin í almennum innkeypi skal vera virði fyri pening. Tilfeingið hjá tí almenna skal umsitast á so skynsaman hátt, sum møguligt, har mest virði fæst í almennum innkeypi. Tað merkir, at tað almenna velur tær loysnir, har mest virði fæst fyri peningin. Hetta kann eitt nú gerast við: a) At nágreinilig krøv eru tilskilað í kravfestingini soleiðis, at skikkaður veitari verður valdur út frá prísi b) At veitari verður valdur út frá, hvør kann veita mest virði innan ein givnan fíggjarkarm c) At veitari verður valdur út frá einari samlaðari meting av prísi og øðrum viðurskiftum (t.d. dygd, royndum, tænastu og veitingartreytum) Gjøgnumskygni Mannagongdir í sambandi við almenn innkeyp skulu verða gjøgnumskygdar. Fyritøkur, borgarar og onnur skulu hava álit á, at almenn innkeyp eru ópartísk, rættvís, saklig og sýna opinleika. Tað merkir, at:     Avgerðir um at keypa inn/bjóða út á privata marknaðinum fara fram eftir alment ásettum leisti – t.e. við støði í lóggávu og innkeyps- og útboðspolitikkinum Eitt dygdargott arbeiði er gjørt bæði í útbjóðingartilfari og fyri at eyðmerkja møguligar veitarar (um keypt verður uttan at bjóða alment út) Viðgerðin av veitarum er eins Opinleiki er um avgerðina og grundgevingar fyri vali av veitara eru haldgóðar At fremja virkna kapping Grundreglur um virkna kapping eru partur av almenna innkeypspolitikkinum, eins og tær eru grundleggjandi í vinnupolitikkinum. Virkin kapping er ein fortreyt fyri, at marknaðurin verður effektivur og kappingarførur. Sostatt er tað umráðandi, at tað almenna er við til at undirbyggja hetta og ikki við sínum innkeypi er við til at avmarka kappingina. Almenni innkeyparin hevur tí ábyrgd av at nýta teir møguleikar, sum eru í innkeypstilgongdini at skapa virkna kapping. At skapa kapping í almennum innkeypi inniber, at almenni innkeyparin vísur 22 MEGINREGLUR Í ALMENNUM INNKEYPI ansni fyri kappingini í allari tilgongdini. Sostatt snýr kappingar-fremjan seg ikki einans um val av innkeypshátti13, men um eina røð av avgerðum, sum tað almenna tekur í sambandi við keyp av vørum, tænastum, byggi- og annleggsverkætlanum o.s.fr. Tað er tó umráðandi at hava í huga, at kappingarfremjan kann vera ymisk frá einari verkætlan til eina aðra og er nær tengd at marknaðinum og hvussu hann er uppbygdur. Sum partur av innkeypstilgongdini er tað tí ábyrgdin hjá almenna innkeyparanum at seta seg inn í marknaðarstøðuna. Serlig atlit í almenna innkeypinum Tað kann verða ráðiligt, og í summum førum neyðugt, hjá almennum innkeyparum at taka serlig atlit í innkeypinum. Tað merkir, at tað almenna kann í ávísum førum seta krøv til innkeyp, tá tað er samfelagnum at gagni. Her kann talan vera um samfelags- og arbeiðsmarknaðargagnlig áhugamál, sum kunnu ávirka hvussu og hvat keypt verður. Eisini er umráðandi, at innkeyparar seta umhvørviskrøv, so almennu Føroyar eru við til at menna grønar marknaðir og harvið burðardygga menning. Í øðrum londum verður alt meira hugsað grønt, tá tað almenna keypir inn, og hugtakið grønt alment innkeyp (Green Public Procurement) merkir, at almennir myndugleikar royna at keypa vørur og tænastur, sum í síni lívs-ringrás (ella livitíð), hava betri árin á umhvørvið, samanborið við vørurnar og tænasturnar, sum annars vórðu keyptar. Dømi upp á serlig atlit (samfelags-, arbeiðsmarknaðar- og umhvørvisgagnlig) í almenna innkeypinum eru:     Keyp av umhvørvisvinarligum bilum Val av veitara, har samlaða dálkingin av framleiðslu/flutningi av vøruni er sum minst Veitarar, sum hava eina ávísa mongd av lærlingum, í mun til stødd av fyritøku, kunnu nýta hetta sum kappingarparametur Veitarar, sum hava fólk við vardum størvum (í mun til stødd av fyritøku), kunnu nýta hetta sum kappingarparametur Sostatt kunnu serlig atlit takast í almenna innkeypinum í tann mun, tað er skynsamt, tó so skulu hinar meginreglurnar fyri innkeypi samstundis verða fylgdar. 13 Innkeypshættir verða viðgjørdir í punkti 1.7, men kunnu í høvuðsheitum býtast í: hissini keyp, útboð (almenn og avmarkað), rammuavtalur og avbjóðing. 23 ALTJÓÐA SÁTTMÁLAR Í SAMBANDI VIÐ ALMENT INNKEYP 1.6 Altjóða sáttmálar í sambandi við alment innkeyp Tað eru serliga tveir altjóða sáttmálar, sum eru viðkomandi at nevna í sambandi við alment innkeyp. Hesir eru Hoyvíkssáttmálin og WTO sáttmálin. 1.6.1 Hoyvíkssáttmálin Við Hoyvíkssáttmálanum frá 2005 gjørdust Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki. Hetta merkir, at tað við ávísum undantøkum er fríur flutningur av vørum, tænastum, arbeiðsmegi og kapitali millum londini bæði. Tað er bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkis- ella framleiðslustað. Hoyvíkssáttmálin er ein røð av alment galdandi prinsippum og tí er neyðugt at tulka sáttmálan í hvørjum einstøkum føri. Tó so er greitt, at íslendsk boð upp á føroyskar almennar uppgávur, sum eru bodnar út, ikki kunnu vrakast, grundað á tjóðskap ella virkisstað. Hinvegin er einki krav í Hoyvíkssáttmálanum um, at uppgávur skulu vera lýstar í Íslandi. Harumframt er heldur einki krav um, at útbjóðingartilfar skal vera á íslendskum máli umframt á føroyskum. Nærri er greitt frá Hoyvíkssáttmálanum í viðhefta skjali 1. 1.6.2 WTO sáttmálin Í WTO-høpi er avtala um alment innkeyp, Government Procure-ment Agreement (GPA). ES hevur ratifiserað hesa avtalu vegna Danmark. Hóast WTO-sáttmálin er galdandi fyri Føroyar, er ratifikatiónin av GPA ikki galdandi fyri Føroyar, tí Føroyar eru ikki partur av ES. Føroyar eru tí ikki bundnar til at fylgja reglunum í GPA. 24 KRØV Í ALMENNUM INNKEYPI 1.7 Krøv í almennum innkeypi Niðanfyri eru høvuðskrøvini í innkeypspolitikkinum. Allar upphæddir eru uttan MVG. Krøv í almennum innkeypi: 1) Keyp úr kr. 50.000 upp til kr. 800.000: Minst tvey tilboð skulu umbiðjast 2) Keyp úr kr. 800.000: Skulu bjóðast út, men við ávísum undantøkum14 3) Rammusáttmálar yvir kr. 800.000 skulu bjóðast út 4) Mál í útbjóðingartilfari skal vera føroyskt umframt at annað viðkomandi mál kann nýtast, har bjóðað verður út uttanfyri Føroyar. Føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at lata inn tilboð á føroyskum 5) Har tað fremur kapping, ella á annan hátt kann vera gagnligt, kunnu almennir myndugleikar býta eina veiting upp í fleiri vørubólkar. Endamálið við at býta eina veiting upp er ikki at býta upp fyri at sleppa undan einari útbjóðing. Samlaða útboðsvirðið skal tí vera tað sama og talan er framhaldandi um eina útbjóðing, men við fleiri vørubólkum Á henda hátt kunnu fyritøkur bjóða seg fram at loysa antin partar av samlaðu uppgávuni ella samlaðu veitingini. Í útbjóðingartilgongdini skal tí umhugsast, hvussu vøru-,tænastubýtið er sett saman. Hetta skal skiljast soleiðis, at har tað er gott fyri kappingina á marknaðinum, kunnu uppgávur bjóðast út við tí fyriliti, at meira enn ein fyritøka vinnur uppgávuna. Sostatt er ætlanin, at uppgávur kunnu, har tað er skynsamt (t.v.s. effektivt), býtast upp í útbjóðingartilfarinum á t.d.:  Vørubólkar: Heldur enn at samla allar vørur undir ein bólk, kunnu vørur býtast upp í bólkar, har fyritøkur kunnu bjóða upp á antin allar vørubólkar ella úrvaldar vørubólkar  Landafrøðiligt øki: Her kann veiting vera býtt upp í útbjóðingartilfarinum eftir landafrøðiligum øki, har fyritøkur kunnu bjóða upp á at veita til øll øki ella úrvald øki  Tíð: Til ber at býta uppgávur upp í veitingar innan t.d. vanliga skrivstovutíð og uttanfyri vanliga skrivstovutíð Greitt verður nú nærri frá omanfyrinevndu krøvum. 1) Keyp úr kr. 50.000 upp til kr. 800.000: Minst tvey tilboð Fyri keyp, sum eru úr 50 - 800.000 krónur verður kravt, at minst tvey tilboð verða útvegað. Eitt tilboð inniber, at myndugleikin setur seg í samband við minst tveir møguligar veitarar fyri at fáa eitt tilboð upp á ítøkiligu uppgávuna. Tey, sum veita tilboð, skulu fáa somu upplýsingar fyri at tryggja, at tilboð verða givin undir somu fortreytum. Almenni innkeyparin kann eisini fáa fleri enn tvey tilboð. Mælt verður til, at innkeyparar gera sær ómak at eyðmerkja viðkomandi veitarar soleiðis, at tað ikki bert eru veitarar í ávísum landafrøðiligum 14 Undantøkini eru nærri lýst á næstu síðu 25 KRØV Í ALMENNUM INNKEYPI økjum, sum hava møguleika at geva tilboð. Hóast uppgávan hevur eitt virði, sum er niðanfyri kr. 800.000, kann innkeyparin velja at bjóða uppgávuna út. Tað er eingin treyt, at uppgávan skal vera omanfyri kr. 800.000 fyri at vera boðin út. Á teimum marknaðum, har tað bert er ein veitari og tað ikki er ráðiligt at biðja um tilboð uttanfyri Føroyar, er tað sostatt ikki ein møguleiki at fáa fleiri enn eitt tilboð. Almenni innkeyparin hevur tó skyldu til at kunna seg um, hvørjir veitarar eru á marknaðinum. 2) Keyp omanfyri kr. 800.000 skulu bjóðast út Sum útgangsstøði skulu allar uppgávur yvir kr. 800.000 verða bodnar út. Tilgongdin til útbjóðing er nærri lýst í útboðspolitikkinum í 2. parti. Tó so eru nøkur viðurskifti, sum kunnu umrøðast her. Í flestu førum ber til at bjóða út uppgávur, sum eru omanfyri kr. 800.000. Harumframt kann tað eisini í summum førum loysa seg at bjóða út hóast upphæddn er niðanfyri kr. 800.000. Sostatt ber til at bjóða út hóast upphæddin er lægri, men kravið er, at uppgávan skal bjóðast út er hon omanfyri kr. 800.000. Bygnaðurin á marknaðinum í Føroyum er í fleiri førum duopol og tá eru bert tveir veitarar. Hetta er tó ikki í sjálvum sær ein orsøk til at lata vera við at bjóða eina veiting alment út. Til hetta eru tvær orsøkir. Fyrst og fremst kann tað vera kappingarfremjandi at bjóða uppgávur út, í staðin fyri at fáa tilboð. Tað viðførir, at aðrir veitarar, sum kunnu hugsast at gerast áhugaðir, eru kunnaðir um útbjóðing-ina. Í tílíkum førum er tað hugsandi, at: a) Føroyskir veitarar gerast kappingarførir við at antin fáa í lag samstarv við aðrar fyritøkur ella at verandi fyritøkur fara inn á eitt nýtt virkisøki b) Útlendskir veitarar fáa áhuga fyri útbjóðingini Harnæst eigur ein uppgáva av hesari støddini at vera væl útgreinað og tá er munurin á arbeiðsorkuni, sum verður løgd í at bjóða út í mun til at fáa tilboð, ikki so stórur. Har talan er um eitt ikki-lógarásett monopol, kann tað, eins og við duopol, virka kappingarfremjandi at bjóða eina uppgávu út uttanfyri Føroyar. Frávik í útbjóðingum Kortini eru nøkur undantøk, har frávik kann gerast í kravinum um at bjóða uppgávur út, sum eru omanfyri kr. 800.000. Hesi eru:       Fyri uppgávur, sum verða keyptar á einum marknaði, har talan er um lógarásett monopol, t.d. søla av rúsdrekka og elveiting Fyri uppgávur, har tað bert er ein veitari og tað ikki ber til ella er ráðiligt at keypa vøruna inn úr øðrum landi Har tað vegna umstøður ella vegna skipanir er neyðugt at keypa ávíst merki (t.d. forrit) og tað bert er ein veitari, sum umboðar merkið í Føroyum Har tað kunnu vera stórar neiligar avleiðingar (t.d. fíggjarligar avleiðingar ella vegna neyðstøðu), um uppgávan verður boðin út Har vørur og tænastur eru av slíkum slagi, at aðrar vørur/tænastur ikki kunnu lúka somu treytir Har lógarásetingar forða fyri at bjóða út 26 KRØV Í ALMENNUM INNKEYPI 3) Rammusáttmálar yvir kr. 800.000 Ein rammusáttmáli, við einum samlaðum virði upp á meira enn kr. 800.000, eigur at vera boðin út eftir somu fortreytum, sum vanligar útbjóðingar. Er rammusáttmálin fyri t.d. tvey ár og samlaða virði er meira enn kr. 800.000 eigur hann at verða boðin út. Er talan um ein rammusáttmála fyri eitt tiðarskeið, longri enn fýra ár, verður virðið roknað fyri fýra ár. 4) Føroyskt mál Sum útgangstøði skal føroyskt mál vera nýtt í útbjóðingartilfarinum, og tað skal vera gjørligt at lata inn tilboð á føroyskum. Er ynskiligt at skapa áhuga uttanlands fyri at fáa størri kapping, so eigur útbjóðingartilfar at verða orðað bæði á føroyskum og á viðkomandi útlendskum máli. Um ikki tvingandi orsøkir eru til tess, eigur føroyskt at vera høvuðsmálið í samskifti og samráðingum. Har útlendskur ráðgevi verður nýttur, t.d. at meta um tilboðini ella at gera útbjóðingartilfar, eigur hesin at hava kompetansu at skilja føroyskt mál – eitt nú kann hesin hava føroying afturat sær. 5) Uppbýti av innkeypi og útboði Í útbjóðingartilgongdini skal umhugsast, um tað kann vera ein fyrimunur at býta samlaðu veitingina upp í minni partar – men framvegis sum eitt útboð. Talan er ikki um at býta upp fyri at sleppa undan at bjóða út. Endamálið við einum uppbýti kann vera at økja um kappingina, um tað t.d. finst eitt virki, sum kann bjóða upp á ein part av uppgávuni, men ikki er ført fyri at bjóða upp á samlaðu veitingina. Eisini kann tað vera, at summi virki hava ein serkunnleika innan ávísar partar av veitingini, og tað tí samanumtikið fæst ein betri og/ella bíligari loysn við at geva fyritøkunum møguleika at bjóða upp á tann partin av veitingini, har tær eru betri og/ella bíligari. Endamálið við einum uppbýti kann eisini vera at styrkja møguleikarnar at varðveita framtiðar kappingina á einum marknaði. Sum dømi um at stimbra kappingina frameftir kann nevnast, at har tað eru fáar fyritøkur á einum marknaði, er tað darvandi fyri kappingina, um ein fyritøka fær eina stóran rammusáttmála yvir eitt áramál, um úrslitið er, at eingin onnur fyritøka er eftir á marknaðinum, tá sáttmálaskeiðið er runnið. Tað er sostatt ein skylda hjá tí, sum bjóðar út, at meta um tað er ráðiligt og skynsamt at býta eina veiting upp, so bjóðast kann upp á partar av samlaðu veitingini. Uppbýtið kann til dømis vera grundað á:    Vørubólkar: Heldur enn at samla allar vørur undir ein bólk, kunnu vørur býtast upp á nakrar bólkar við tí fyri eyga, at fyritøkur kunnu bjóða upp á antin allar vørubólkar ella úrvaldar vørubólkar Landafrøðiligt øki: Her kann veiting vera býtt upp í útbjóðingartilfarinum eftir landafrøðiligum øki, har fyritøkur kunnu bjóða upp á at veita til øll øki ella úrvald øki Tíð: Til ber at býta uppgávur upp í veitingar innan t.d. vanliga skrivstovutíð og uttanfyri vanliga skrivstovutíð Tað er tó eitt mark fyri, hvussu nógv ein uppgáva kann býtast upp og her skal skynsemi brúkast. Almenni innkeyparin eigur harumframt at tilskila sær rætt í útbjóðingartilfarinum at velja ein ella fleiri veitarar. Á henda hátt kann tryggjast, at almenn innkeyp eru effektiv samstundis sum atlit 27 MEGINREGLUR Í ALMENNUM INNKEYPI verða tikin til fyritøkur, sum eru kappingarførar á ávísum økjum, men sum ikki neyðturviliga kunnu veita eina breiða og samlaða veiting. 28 FRÁMÆLI FRÁ ARBEIÐSBÓLKINUM TIL INNKEYPS- OG ÚTBOÐSPOLITIKKIN 1.8 Frámæli í almennum innkeypi og innkeypshættum Í tilgongdini at gera ein almennan innkeyps- og útboðspolitikk hava fleiri viðurskifti verið umrødd, men nøkur teirra hava verið frámælt, tí tey verða mett at vera óhóskandi til føroysk viðurskifti í løtuni. Tað kann tó hugsast, at hesi seinni kunnu koma upp á tal. Frámæli í almennum innkeypi og innkeypshættum:  Avbjóðingarrætturin  Elektroniskur innkeypsportalur  Alment privat samstarv  Avbjóðingarrætturin Avbjóðingarrætturin, sum varð umrøddur í punkti 1.4.4., verður her frámæltur. Orsøkin er tann, at royndir aðrastaðni vísa, at tað hevur verið avmarkaður vilji hjá fyritøkum at bjóða upp á eina uppgávu, tá tað almenna ikki hevur tikið avgerð um at bjóða hana út. Fyri tað fyrsta hevur tað víst seg, at fyritøkur er lítið hugaðar í, at bjóða upp á tílíkar uppgávur. Tilgongdin er tíðarkrevjandi og tá ein almennur myndugleiki ikki hevur víst í gerð, at tey eru sinnað at útveita uppgávuna, er tað ein størri váði hjá einari fyritøku at nýta tíð og orku at gera eitt ítøkiligt tilboð.  Elektroniskur innkeypsportalur Fyrst skal viðmerkjast, at ein elektroniskur innkeypsportalur er øðrvísi í mun til eina útboðsheimasíðu, har allar útbjóðingar verða ladar út. Ein innkeypsportalur er ein formur fyri elektroniskt innkeyp og inniber, at fyritøkur leggja vørur á ein dátugrunn við viðkomandi upplýsingum um vøruna, so sum prís, veitingartreytir, vørufrágreiðing o.s.fr. Síðani ber til hjá almenna myndugleikanum at fara inn á portalin og lættliga síggja, hvør veitari hevur viðkomandi vøruna til besta prís. Hesin formur fyri innkeyp verður tó frámæltur, tí arbeiðsbólkurin hevur fingið afturmeldingar frá vinnuni, at flestu fyritøkur eru so smáar, at tað er ov krevjandi hjá teimum at leggja øll vørunummur inn á ein dátugrunn og eisini at viðlíkahalda upplýsingarnar.  Alment privat samstarv Í punkti 1.4.5 er alment privat samstarv (Public Private Partnership) viðgjørt sum ein innkeypsháttur. Hesin verður tó frámæltur her, av tí at tað eru sera høgir transaktiónskostnaðir í einum slíkum samstarvshátti. Alment privat samstarv krevur eisini, at bæði almenni og privati geirin menna royndir og førleikar innan hendan innkeypsháttin. Mett verður, at ov fáar verkætlanir eru av hesari støddini (sum helst skulu vera omanfyri 100 mió. kr.) , fyri at alment privat samstarv loysir seg. Tað er hugsandi, at partar av hesum samstarvshátti kunnu loysa seg og, at tað loysur seg hjá tí almenna og privata at samstarva á annan hátt. Tó so verður alment privat samstarv, sum eitt ítøkiligt slag av samstarvi, frámælt. 29 FØRLEIKAMENNING OG SAMSTARV UM ALMENT INNKEYP OG ÚTBOÐ 1.9 Førleikamenning og samstarv um alment innkeyp og útboð Fleiri ferðir hevur verið ført fram, at tað er avbjóðandi at vera innkeypari og at tað krevur serligar førleikar at vera ein góður innkeypari. Førleikamenning og samstarv eru sostatt av avgerandi týdningi fyri at fáa innkeyps- og útboðspolitikkin væl grundfestan. Tí er neyðugt við einum miðvísum áhaldandi arbeiði at førleikamenna umframt at gera reglur. Eitt væl skipað innkeyp saman við kappingarútsetan og útboði (hesi eru nærri umrødd í útboðspolitikkinum í parti 2) krevur, at ábyrgdin fyri økinum verður løgd hjá ávísum myndugleika. Talan er hóast alt um eitt øki, har eitt meira skynsamt innkeyp eigur at spara tí almenna pening og at produktiviteturin økist í samfelagum (við at fremja virkna kapping). Fíggjarmálaráðið hevur nú ábyrgdina av hesum øki og tí skal ráðið standa fyri at:      Veita ráðgeving um alment innkeyp og útboð Vísa til mannagongdir í sambandi við alment innkeyp og útboð Samskipa innkeypsførleikamenning innan tað almenna Gera eftirmetingar av innkeyps- og útboðspolitkkinum og standa fyri møguligum broytingum/dagføringum Hava eftirlit við, at innkeyps- og útboðspolitikkurin verður hildin Førleikamenning Sum høvuðsamboð skal innkeyps- og útboðspolitikkurin vera grundarlag undir almennum innkeypi av vørum og tænastum. Tað er eyðsæð, at tað setur krøv til innkeyparar at taka støðu til keyp av so nógvum ymiskum vørum og tænastum. Marknaðarbygnaðurin fyri teimum ymsu vørubólkunum er ólíkur og tað kann vera trupult at kenna mun á ymiskum vørum og tænastum. Fyri at stuðla innkeyparum, ger Fíggjarmálaráðið loypandi vegleiðingar fyri mest vanligu innkeypini. Hesar vegleiðingar kunnu nýtast sum eitt hjálpiamboð, tá bjóðað verður út. Innkeyp er ein týðandi partur av tí, sum almennir myndugleikar takast við og tí er ráðiligt, at almennir myndugleikar hava atgongd til fólk við innkeypsførleikum, bæði tá tað snýr seg um innkeypsroyndir og eisini kunnleika til innkeyps- og útboðspolitikkin. Neyðugt er tí at skipa fyri førleikamenning av teimum, sum takast við alment innkeyp. Samstarv Í løtuni er einki formligt samstarv innan tað almenna um innkeyp og útboð. Mælt verður til, at tílík samstørv verða sett í verk og verður hetta mett sum ein ábyrgd hjá einstøku ráðunum og stovnunum at samskipa innkeyp á tann hátt, at tað verður so skynsamt, sum til ber. Har almennir myndugleikar skulu nýta lutfalsliga eins vørur og tænastur, eiga samstørv at fáast í lag, har peningur kann sparast. Tað er eisini sera umráðandi, at almennir myndugleikar samskifta við onnur um innkeyp og útboð soleiðis, at tey kunnu fáa vegleiðing frá teimum, sum hava royndir/førleikar at keypa inn, t.d. við útboði ella við innkeypi av ávísum vørum á ávísum marknaðum. Sostatt hevur tað almenna skyldu til at arbeiða saman, vitanarbýta og førleikamenna innkeyparar í tann mun, tað er møguligt. 30 FØRLEIKAMENNING OG SAMSTARV UM ALMENT INNKEYP OG ÚTBOÐ Útbjóðingarheimasíða Ein heimasíða eigur at verða ment við tí endamáli, at allar útboðslýsingar hjá tí almenna verða savnaðar á einum stað. Fíggjamálaráðið kannar nú møguleikar fyri at menna eina tílíka síðu. Tá ein tílík heimasíða er virkin skulu allar útbjóðingar lýsast á hesum miðli. Ætlanin er, at útbjóðingarheimasíðan skal geva brúkarum (bæði almennum og privatum) niðanfyristandandi møguleikar:  Skráseting í dátugrunn fyri at móttaka teldupostar: Fyritøkur skulu hava møguleika at skráseta seg at móttaka sjálvvirkandi teldupostar um útbjóðingar, sum verða lagdar inn á heimasíðuna. Harumframt ber til hjá teimum, sum umsita heimasíðuni at senda teldupostar við aðrari viðkomandi kunning til brúkarar um t.d. broytingar í lóggávu, førleikamennandi skeið og kunning annars um alment innkeyp og útbjóðing.  Vitanarbýti: Almennir myndugleikar kunnu nýta heimasíðuna fyri at síggja, hvussu onnur hava skrivað útbjóðingartilfar og eru farin fram í sambandi við útbjóðingar.  Kunning um útbjóðingartilgongd: Ætlanin er, at heimasíðan skal hava vegleiðingar til tað almenna og til fyritøkur um lóggávu, at skriva eitt tilboð (t.d. ein vegleiðandi frymil), at skriva útbjóðingartilfar og útbjóðingarmannagongdir annars. 31 ÚTBOÐSPOLITIKKUR Annar partur: Útboðspolitikkurin hjá landinum ÚTBOÐSPOLITIKKUR 2. Partur: Útboðspolitikkur 2.1 Ætlanin við útboðspolitikkinum Í fyrsta parti av hesum skjali hevur alment innkeyp verið viðgjørt og teir ymsu innkeypshættirnir umrøddir. Harumframt varð mælt til, hvørjir innkeypshættir eru best egnaðir at nýta í Føroyum. Serliga varð viðmælt, at innkeyp gjøgnum útboð eigur at vera ein av høvuðsinnkeypshættunum fyri innkeyp yvir 800.000 kr. Í hesum partinum verður útboð, sum ein serligur innkeypsháttur, umrøddur og hvussu útboðspolitikkurin hjá tí almenna framyvir skal virka. Tað eru tríggjar orsøkir til, at útboðspolitikkurin krevur eina serstaka viðgerð. 1. Innkeyp gjøgnum útboð kann vera við at fremja kapping á marknaðinum. 2. Talan er aloftast um lutfalsliga stórar upphæddir, tá boðið verður út. Sostatt er neyðugt at hava greiðar og gjøgnumskygdar reglur fyri útbjóðingar. 3. Almennar uppgávur eiga í størri mun at kappingarútsetast. Við hesum skal skiljast, at uppgávur, sum tað almenna loysir innanhýsis, skulu útsetast fyri kapping frá privata geiranum. Tað merkir, at ein meting skal fara fram, um ávísar uppgávur kunnu loysast meira effektivt á privata geiranum – og um so er, verða hesar antin bjóðaðar út alment ella tilboð útvegað frá fyritøkum. 2.1.1 Endamál og mál við útboðspolitikkinum Við omanfyrinevndu orsøkum í huga, er yvirskipaða endamálið við útboðspolitikkinum at hava eitt felags grundarlag hjá almenna geiranum fyri at: a) Meta um, hvørjar uppgávur kunnu kappingarútsetast og b) Hava greiðar karmar at fyrihalda seg til í útbjóðingarmannagongdini Málini við útboðspolitikkinum eru sostatt: Mál 1. Kappingarútsetan: At tað almenna bjóðar uppgávur út í tann mun, tað er skynsamt. Útboðspolitikkurin skal virka sum eitt grundarlag hjá almennum myndugleikum at gera metingar um, hvørjar uppgávur eru hóskandi at bjóða út á privata marknaðinum. Mál 2. Útboðstilgongdin: At útbjóðing hjá tí almenna verður meira professionell og gjøgnumskygd. Hetta umfatar mannagongdir sum heild fyri útbjóðingar og innihald í útbjóðingartilfari, metingarstøði (kriterie) í útbjóðingini, har lýst verður við útboði og mannagongdum í sambandi við val av veitara. Verður hugt eftir fyrsta máli, skulu almenn ráð og stovnar í størri mun gera metingar um, hvørjar tænastuveitingar, sum tey áður hava loyst innanhýsis, eru hóskandi at bjóða út, t.v.s. uppgávurnar verða kappingarútsettar. Dømi um veitingar, sum ofta eru framleiddar á almenna geiranum, sum kunnu hugsast at verða skynsamar at bjóða út, síggjast á næstu síðu. Í máli nummar tvey er talan um sjálvar mannagongdirnar at bjóða uppgávur út. Samanumtikið seta málini í útboðspolitikkinum sjóneykuna á uppgávur, sum í dag verða keyptar á privata geiranum umframt tær uppgávur, sum í dag verða loystar innanhýsis í ráðum og stovnum hjá tí almenna. 33 KAPPINGARÚTSETAN 2.2 Krøv til kappingarútseting Ein stór broyting í útboðspolitikkinum, í mun til galdandi reglur, er, at krøv verða sett til myndugleikar um at eftirkanna alt virksemi, fyri at gera metingar um, hvørjar uppgávur eiga at verða bodnar út, t.v.s. kappingarútsettar. Tað er ymiskt, í hvønn mun tað almenna kappingarútsetur uppgávur. Niðanfyri eru nøkur dømi15 um uppgávur, sum kunnu hugsast at vera egnaðar at kappingarútseta: Rakstur av kantinu Uppseting og innrykking av lýsingum Reingerðing Móttøkuvirksemi Flutningur Umsiting í sambandi við ferðing (t.d. keyp og søla av ferðaseðlum) Matskipanir til eldraøki Rakstur av kirkjugørðum Frítíðarfeløg fyri børn Forriting og menning av heimasíðum Rakstur og tænastuveitingar av teleskipanum Viðlíkahald av bygningum Viðmerkjast skal, at hesin listin eru dømi um uppgávur, sum kunnu kappingarútsetast og hann tí ikki úttømandi. Krav til kappingarútsetan: Myndugleikar og stovnar skulu gjøgnumganga uppgávur og gera metingar um, hvørjar uppgávur kunnu kappingarútsetast í minsta lagi 4. hvørt ár. Úrslit av gjøgnumgongdini skulu almannakunngerast. Tey, sum eru umfatað av útboðspolitikkinum, skulu tí við jøvnum millumbilum gera metingar um, hvørjar uppgávur kunnu kappingarútsetast. Tílíkar metingar skulu gerast í minsta lagi fjórða hvørt ár. Mælt verður eisini til, har til ber, at almenni myndugleikin almannakunnger hvørjar uppgávur væntandi verða bodnar út komandi árið. Hetta kann geva fyritøkum møguleika at fyrireika seg til at veita tilboð. Uppgávurnar, sum myndugleikar røkja, eru sera ymiskar bæði í útinnan og vavi. Tá myndugleikar taka avgerð um at kappingarútseta uppgávur, er tað tí neyðugt, at hetta er grundað á nøkur ítøkilig metingarstøði (kriterie). Tey mest týðandi metingarstøðini verða nú viðgjørd. 2.2.1 Meting av uppgávum, sum hóska til kappingarútsetan Niðanfyristandandi metingarstøðini skulu skiljast soleiðis, at tey verða nýtt at skapa eina heildarmynd, fyri at myndugleikin kann meta um, í hvønn mun ymsu uppgávurnar hjá teimum eru hóskiligar at kappingarútseta. 15 Hesi dømi skulu skiljast einans sum dømi og ikki sum uppgávur, sum arbeiðsbólkurin fyri innkeyps- og útboðsreglur hevur umrøtt ítøkiliga. Heldur er talan um dømi upp á royndir frá øðrum londum og er hetta bert ætlað at geva lesarum íblástur. Tað er væl hugsandi, at hesar uppgávur eru væl hóskiligar at kappingarútseta hjá nøkrum myndugleikum og ikki hjá øðrum. 34 KAPPINGARÚTSETAN Tá myndugleikar gjøgnumganga uppgávur og skulu avgera hvørjar uppgávur skulu/kunnu bjóðast út, eiga niðanfyristandandi spurningar at vera grundarlag undir metingini: 1. Er talan um eina myndugleikauppgávu? 2. Eru avmarkingar fyri útbjóðingar í viðkomandi lóggávu? 3. Hvussu stór er uppgávan? 4. Hvørjir møguleikar eru at samanseta/sundurskilja uppgávuna? 5. Hvørjar royndir hevur myndugleikin við at bjóða út? 6. Er møguligt at lýsa/avmarka uppgávuna? 7. Er uppgávan partur av eini skipan? 8. Hvussu er bygnaðurin á marknaðinum? 9. Hvørji trygdaratlit skulu takast? 10. Hvørjir kostnaðir eru í sambandi við kappingarútsetan? 11. Hvørjir møguleikar eru fyri at effektivisera uppgávuna? 12. Er talan um ávísar førleikar og førleikamenning, sum myndugleikin ynskir at varðveita? Hesir spurningar verða nú umrøddir. 1. Myndugleikauppgáva Myndugleikauppgávur kunnu ikki kappingarútsetast, grundað á rættartrygdina hjá borgarum. Tað er tó ofta trupult at gera mark ímillum rakstraruppgávur og myndugleikauppgávur. Nakrar uppgávur eru heilt greitt myndugleikauppgávur, eitt nú planlegging, tá avgerðir verða tiknar og at seta lógir í verk. Hinvegin kunnu fleiri uppgávur, sum eru tætt knýttar at myndugleikauppgávuni, væl hugsast at vera rakstrarvirksemi. Tá støða skal takast til, um ein uppgáva er myndugleika- ella rakstraruppgáva, eru nøkur øki, har tað kann vera trupult at tilskila, hvør partur er myndugleikauppgáva. Hesi øki eru:   Fyrireiking av málum: Her kann hugsast, at tað er loyvt at lata eitt virki frá privatu vinnuni fyrireika eitt mál, um tað onga ávirkan hevur á mannagongdina ella sjálva avgerðina. Í høvuðsheitum kann sigast, at jú størri rásarúmið at lýsa eitt mál á ymsan hátt er, tess meira ivingarsamt er at kappingarútseta uppgávuna. Eftirlit: At seta í verk eftirlit er altíð ein mynduleikauppgáva. Tað sama er galdandi fyri avleiðingina av eftirlitinum, um hetta t.d. endar í einum kravboði. Tó so kann tað í ávísum førum vera gjørligt at gera avtalu við privatar veitarar um hjálp til útinningina av eftirlitinum. 2. Avmarkingar í lóggávu Í summum førum kann ein lóggáva vera soleiðis háttað, at hon avmarkar møguleika fyri kappingarútseting – eisini har talan ikki er um myndugleikauppgávu. 3. Stødd av uppgávu Í innkeypspolitikkinum (1. parti) er staðfest, at uppgávur, sum verða keyptar inn á privata geiranum og sum eru yvir 800.000 kr., skulu bjóðast út. Tá myndugleikar gera metingar um, hvørt uppgávur eru hóskiligar at bjóða út, kann tað vera trupult at áseta, hvussu nógv virði ein uppgáva hevur, ella hvussu nógv hon kostar á privata marknaðinum. Tó so er neyðugt í hvørjum einstøkum førum at gera eina rímiliga meting av, hvussu nógv uppgávan verður loyst fyri innanhýsis í myndugleikanum. Um ikki, verður tað sera torført at avgera, um ein uppgáva skal kappingarútsetast. 35 KAPPINGARÚTSETAN 4. Møguleikar fyri at samanseta/sundurskilja uppgávuna Nakrar uppgávur eru betur hóskandi at kappingarútsetast saman við øðrum, heldur enn at sundurskilja uppgávurnar og bjóða tær út hvør í sínum lagi. Sum dømi kann nevnast, at fleiri stovnar velja at hava bókhald saman og tí kann uppgávan einsamøll verða ov lítil at bjóða út. Her er tað væl hugsandi, at tað kann loysa seg at kappingarútseta uppgávur sum eina veiting, heldur enn fleiri ymiskar. 5. Royndir við útboð Royndirnar at bjóða út hjá myndugleikum eru sera ymiskar. Meðan nøkur javnan bjóða út, eru heldur nógv, sum ongantíð hava roynt tað. Tað førir við sær, at førleikarnir hjá almennum myndugleikum eru ójavnir. Tí er tað hugsandi, at ráð, stovnar og kommunur kunnu antin fáa vegleiðing um útbjóðing ella bjóða út saman við øðrum, sum hava drúgvari royndir á hesum økinum. 6. Møguleikar at lýsa/avmarka uppgávuna Nakrar uppgávur hjá myndugleikum eru sera samansettar og tað kann vera torført at avmarka uppgávuna, t.d. um hon hongur neyvt saman við øðrum uppgávum. Uppgávan má tó verða nóg greitt og neyvt lýst, fyri at hon kann vera ein útboðsegnað uppgáva. 7. Binding til skipanir Tað er vanligt, at keyp av skipanum kann binda myndugleikar til at nýta ávísan veitara, t.d. tí veitarin er tann einasti, sum kann tillaga ella viðlíkahalda skipanina. Talan kann eisini vera um, at keyp av einari vøru ella tænastu bindur myndugleikan til at keypa frá einum ávísum veitara, sum t.d. hevur einaumboð upp á vøruna/merkið. 8. Bygnaðurin á marknaðinum Talið av veitarum og hvussu stóran marknaðarpart tey hava hvør sær, er eitt týðandi atlit, tá støða skal takast til, um bjóðað verður út. Er einki ella sera avmarkað útboð av vøruni á marknaðinum, er hetta partur av samlaðu heildarmyndini, tá avgerð skal takast um, hvørjar uppgávur verða kappingarútsettar. 9. Trygd Tað er ábyrgdin hjá myndugleikanum, at neyðug atlit verða tikin til trygd, eitt nú trygd hjá starvsfólki, av upplýsingum, bygningum o.s.fr. Tískil kunnu/skulu atlit til trygd ávirka avgerðir, um uppgávur verða kappingarútsettar. 10. Kostnaðir í sambandi við kappingarútsetan Ein vansi við at kappingarútseta er, at tað kann gerast sera kostnaðarmikið. Tað skal tí vera eitt passandi lutfall ímillum kostnaðir at bjóða út og ta effektivisering, sum fæst við at bjóða út. 11. Møguleikar fyri at effektivisera uppgávuna Ein uppgáva kann verða kappingarútsett, um mett verður, at hon kann loysast meira effektivt í privata geiranum. 36 KAPPINGARÚTSETAN 12. Førleikar og førleikamenning Tað almenna kann hava áhuga í at varðveita kunnleika og førleikar til at útinna ávísar uppgávur og tí kann hetta vera eitt atlit, tá myndugleikin umhugsar, um uppgávur eiga at kappingarútsetast. 2.2.2 Atlit til starvsfólk tá myndugleikar kappingarútseta Í eini tilgongd, har ein myndugleiki tekur avgerð um at kappingarútseta eina uppgávu, er tað eyðsæð, at tað kann fáa avleiðingar fyri starvsfólk. Avleiðingar av, at ein myndugleiki bjóðar eina uppgávu út kann nevniliga vera, at innihaldið í starvinum hjá starvsfólkum kann broytast. Tá hugsað verður um, at starvsfólk skulu hava eftirlit við og fylgja einum útboði, kann tað seta nøkur øðrvísi krøv til teirra. Ein útbjóðing krevur nevniliga ávísar førleikar bæði til at gera útboðið, hava eftirlit við einum útboði og síðani at góðskutryggja veitingina. Tí er tað sera umráðandi, at myndugleikin tryggjar sær antin, at starvsfólk hava neyðugu førleikarnar at standa fyri einum útboði ella at uttanhýsis ráðgeving verður fingin til vega. Útbjóðing av uppgávum, har starvsfólk flyta við út á privata geiran Starvsfólkaatlit er tó av enn størri týdningi, tá talan er um, at størv verða flutt út á privata geiran, orsakað av einari útbjóðing. Her er umráðandi, at starvsfólk verða inndrigin í tilgongdina, so tíðliga sum til ber. Í flestu sáttmálum, Fíggjarmálaráðið hevur við fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, er ein áseting,16 sum snýr seg um umlegging av almennum virksemi. Hendan áseting ljóðar soleiðis: “Um so er, at virksemi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur, rættindi og skyldur, landið hevur mótvegis starvsfólkunum, tá ið umskipanin fer fram, óskerdar at verða førdar yvir á tann, sum yvirtekur virksemið.”17 Ásetingin er grundað á donsku lógina Virksomhedsoverdragelsesloven18, sum hevur til endamáls at tryggja rættindi hjá starvsfólkum, tá virksemið verður avhendað til annan at reka. Sostatt eru flestu starvsfólk hjá landinum onkursvegna vard, um virksemið verður flutt út á privata geiran. Lønardeildin (Fíggjarmálaráðið) skrivar í einum notati, at “...nýggi arbeiðsgevarin er bundin av tí sáttmálanum, sum er galdandi tá ið hann yvirtekur. Sáttmálin bindur til sáttmálaskeiðið er runnið. Ætlar nýggi arbeiðsgevarin, at lønar- og setanarviðurskiftini skulu verða broytt, tá ið sáttmálaskeiðið er runnið skal hann boðað tí setta frá tí, við í øllum førum líka langari freist sum uppsagnarfreistin hjá tí einstaka er.”19 Sostatt ber til hjá fyritøku at gera nýggja avtalu við starvsfólkið eftir, at sáttmálaskeiðið er runnið. Sum útgangsstøði fylgja starvsfólkini við í einari útbjóðing og skal hetta tilskiljast í útbjóðingartilfarinum. Fyri eina útbjóðing merkir hetta, at tað skal tilskilast í treytunum í útbjóðingartilfarinum, at starvsfólk sum røkja uppgávuna, í løtuni eru partur av sáttmálanum og, at tey verða sett í starv hjá fyritøkjuni við somu sáttmálatreytum. Á tann hátt eru fyritøkur kunnaðar um treytirnar, sum eru partur av grundarlagnum undir útbjóðingini. Hetta er ikki galdandi, har myndugleikin velur at 16 Ásetingin er í antin sjálvum sáttmálanum ella í viðheftu skjølunum til sáttmálan Sí t.d. http://www.lnd.fo/Index.asp?pID={4CCF9DF7-BEC6-4C67-8709-475280715D5D} 18 LBK nr. 710 frá 20. august 2002. Bekendtgørelse af lov om lønmodtageres retsstilling ved virksomhedsoverdragelse 19 Fíggjarmálaráðið: Lønardeildin (2009). Starvsfólkaviðurskifti í samband við at øki verða flutt frá landinum til kommunurnar, s. 6 17 37 KAPPINGARÚTSETAN flyta viðkomandi starvsfólk yvir á aðrar uppgávur, sum fella innanfyri teirra setanarøki. Lønardeildin hevur viðmerkt, at tað kunnu vera einstakir sáttmálar, har omanfyrinevnda áseting ikki er ásett. Tí verður her mælt til, at uttan mun til sáttmála, er mannagongdin tann sama fyri øll starvsfólk. Tað skal tó sigast um hesa áseting, at hon er heldur stutt og kann hava við sær vantandi greidleika. Tað fyriliggur heldur einki tilfar, ið beinleiðis sigur, hvussu orðingin nágreiniliga skal skiljast og umsitast. Her er danska lógin (virksomhedsoverdragelsesloven) meira útgreinað. Tí metir Lønardeildin, at danska lógin helst verður nýtt sum tulkingaríkast, har ivamál stinga seg upp. Leggjast kann afturat, at virksomhedsoverdragelsesloven er brúkt í øðrum, men atknýttum høpi í Føroyum. Í lóg um starvsfólkaviðurskifti í sambandi við yvirtøkur av málsøkjum 20, verður beinleiðis víst til donsku lógina og hevur hon soljóðandi áseting: § 5. De færøske myndigheder overtager det ikketjenestemands-ansatte personale, som på tidspunktet for de færøske myndigheders overtagelse af en sag eller et sagsområde gør tjeneste inden for det pågældende sagsområde m.v. ved en dansk myndighed på Færøerne. Stk. 2. De færøske myndigheder sikrer, at de pligter og rettigheder, der følger af lov om lønmodtageres retsstilling ved virksomheds-overdragelse (virksomhedsoverdragelsesloven), finder tilsvarende anvendelse i forbindelse med den overtagelse, der er nævnt i stk. 1. Til seinast skal sigast, at støðan hjá tænastumonnum er serlig. Í skjali 2 er greitt frá serligu støðuni hjá tænastumonnum. 38 20 Lov nr. 528 frá 24. juni 2005 om visse personalmæssige spørgsmål i forbindelse med de færske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder ÚTBJÓÐINGARTILGONGDIN 2.3 Útbjóðingartilgongdin Tá avgerðin um at bjóða eina uppgávu út er tikin, eru nógv atlit at taka. Tær grundleggjandi hugsjónirnar í almenna innkeypspolitikkinum, nevniliga virði fyri pening, gjøgnumskygni og at fremja kapping skulu vera eyðsæð í allari útbjóðingartilgongdini. Harumframt eru nøkur ítøkilig krøv, sum eru ásett í lóg21. 2.3.1 Høvuðs útboðsformar Í høvuðsheitum eru tríggir útboðsformar, hóast hesi kunnu hvør sær býtast upp í fleiri undirbólkar. Høvuðsútboðsformarnir eru:  Alment útboð. Allir áhugaðir partar kunnu geva eitt tilboð  Avmarkað útboð. Avmarkaður skari gevur eitt tilboð22 - ofta eftir einari undangóðkenning  Kappingarkend samrøða. Myndugleikin hevur samrøður við møguligar veitarar og avmarkar síðani hesar til tríggjar, sum kunnu geva tilboð upp á uppgávuna Alment útboð Eitt alment útboð er ein útboðsformur, har allir áhugaðir partar kunnu geva eitt tilboð. Tað er sostatt ikki avmarkað til útvaldar veitarar, men opið fyri øllum at geva tilboð. Við almennum útboði eigur at verða lýst í miðlum (sum t.d. bløðum, heimasíðum) og á útboðsheimasíðu, sum eftir ætlan verður tøk í 2012. Myndugleikin hevur tá skyldu til at tryggja sær, at almenna útboðið er væl lýst í viðkomandi miðlum soleiðis, at áhugaðir veitarar hava nóg góðar møguleikar at verða kunnað um útboðið. 39 Alment útboð er ein væl egnaður útboðsformur, tá talan er um vørur og tænastur, sum eru lutfalsliga líkar (standardiseraðar), t.d. pappír og har tað verður kappast um prís. Her eigur tað nevniliga at vera einfalt at samanbera tilboðini. Hinvegin kann eitt alment útboð eisini verða valt, tí tað eru fá, sum kunnu bjóða og er tað tá ikki tørvur á at frávelja tilboðsveitarar. Ein fyrimunur við almennum útboði er, at í fleiri førum er hetta tann útboðsformurin, sum í størstan mun tryggjar kappingina. Avmarkað útboð Tað eru fleiri hættir at nýta avmarkað útboð, men í flestu førum er talan um okkurt slag av undangóðkenning (prekvalifikatión). Avmarkað útboð er sera vanligt, tá talan er um byggi- og annleggsverkætlanir og hevur hetta verið nýtt rættiliga nógv í Føroyum. Ein undangóðkenning ber í sær, at fyritøkur verða góðkendar, fyri síðani at kunna bjóða upp á eina verkætlan. Tær skulu vísa á, at tær lúka minstutreytir, sum verða settar, umframt at tær hava fakligu førleikarnar at veita eitt dygdargott arbeiði. Í einari undangóðkenning verða tær fyritøkur, sum ikki lúka minstutreytir, fyrst sáldaðar frá. Um neyðugt, kann útbjóðarin tá skerja talið av fyritøkum, við at nýta ópartísk og saklig atlit, sum t.d. við at hyggja at viðkomandi royndum hjá fyritøkunum við líknandi verkætlanum. 21 Sí t.d. punkt 0.1, 1.3, 2.2.2 og 2.4.1 Avmarkað útboð kann á summum økjum líkjast vanligum tilboði. Báðir hættirnir avmarka hvør kann geva tilboð upp á eina uppgávu. Tó so eru nakrir munir. Við einum avmarkaðum útboði verða øll tilboð upplatin samstundis, ímeðan hetta ikki neyðturviliga er so við tilboðum. Harumframt eru krøvini til framíhjáboð vanliga leysari, t.d. fyriliggja tillutingarmetingarstøði ikki og er tað vanligari við samráðingum um prís, tá talan er um tilboð. 22 ÚTBJÓÐINGARTILGONGDIN Ein undangóðkenning kann fara fram við at lýsa alment eftir umsóknum til undangóðkenning ella við áheitanum á fyritøkur, sum myndugleikin metir hava førleikar at bjóða upp á verkætlanina. Tá fyritøkur eru undangóðkendar, kunnu tær bjóða upp á veitingina. Tað kann vera sera kostnaðarmikið hjá fyritøkum at bjóða upp á størri verkætlanir. Tí er ein fyrimunur við avmarkaðum útboði, at tað eru færri fyritøkur, sum gera tað umfatandi arbeiðið, sum krevst at veita tilboð. Harumframt er talan um, at einans tær fyritøkur, sum veruliga kunnu gera arbeiðið, eru við í metingini. Kappingarkend samrøða Tann triði høvuðs útboðsformurin er kappingarkend samrøða. Hetta er tann formurin, sum verður minst nýttur, tí hann er best hóskiligur til heilt truplar og samansettar verkætlanir. Í kappingarkendari samrøðu hevur myndugleikin samrøður við møguligar veitarar og kann síðani avmarka talið av veitarum í so fall, at hetta er nóg mikið at fremja kappingina. Myndugleikin skal síðani í framhaldandi samrøðum biðja fyritøkurnar lýsa, hvussu teir ymsu partarnir av uppgávuni kunnu loysast. Tá myndugleikin hevur nóg mikið av upplýsingum/uppskotum til loysnir fyri at lýsa og avmarka verkætlanina, kann arbeiðið vera boðið út millum somu fyritøkur, sum hava verið við í samrøðunum. Tað skal viðmerkjast, at hóast talan er um áhaldandi samrøður við fyritøkur er “sjakring” bannað. Sjakring er ein mannagongd, har myndugleikin, eftir at tilboð eru komin inn, letur upp fyri møguleikanum at broyta tilboð og fer sostatt inn í samráðingar við nakrar fyritøkur um t.d. at broyta prísin. Í ES verður hesin formur einans nýttur í heilt serligum førum. Her kann talan vera um uppgávur, sum eru sera truplar at lýsa, t.d. tí myndugleikin ikki hevur møguleika at vita, hvussu uppgávan verður loyst tekniskt ella tí tað ikki ber til at greina váðabýtið ella fíggjarligu samansetingina av uppgávuni. 2.3.2 Val av útboðsformi Tá myndugleikin skal bjóða út eina veiting ella eina verkætlan, er tað av stórum týdningi, at útboðsformurin passar til ítøkiligu uppgávuna. Ein útbjóðing setur krøv til førleikar hjá øllum pørtum, bæði hjá tí almenna og hjá vinnulívinum. Tí er tað ráðiligt, at myndugleikar, í tann mun tað er gjørligt, halda seg til útbjóðingarformar, sum eru royndir í Føroyum og sum hava víst seg at virka. Hetta fyri at ráð/stovnar og privata vinnulívið kunnu menna sínar førleikar við útbjóðingum. Tískil skulu vera haldgóðar orsøkir til at royna nýggjar útboðsformar. Sum meginregla verður mælt til at nýta alment útboð ella innbodna útbjóðing við almennari undangóðkenning. Aðrar útboðsformar kunnu tó nýtast har tað er ráðiligt og hóskiligt. Tá støða skal takast til, hvør útboðsformur verður brúktur, skal serliga takast atlit til:     Kappingina Fjøltætnið í uppgávuni Bygnaðin á marknaðinum Umsitingarligu byrðuna, sum stendst av útboðnum. Hesi atlit verða nú viðgjørd 40 ÚTBJÓÐINGARTILGONGDIN Kapping Tað almenna hevur skyldu til at fremja kapping á marknaðinum og hetta bæði tá talan er um kapping í nærmastu framtíð og eisini kapping langt frammi í tíðini. Her skal havast í huga, at um ein uppgáva (t.d. við rammusáttmála) verður boðin út, er tað umráðandi, at sáttmálatíðin verður hildin niðri á einum rímiligum støði soleiðis, at kappingarneytar enn eru eftir á marknaðinum, tá sáttmálaskeiðið er runnið. Fjøltætni í uppgávuni Nakrar uppgávur eru av náttúru meira samansettar enn aðrar og krevja breiðari førleikar at loysa tær. Eitt nú kann talan vera um, at fleiri fakbólkar skulu loysa eina uppgávu, t.d. við einari KT-skipan, har tørvur kann vera á fólki við førleikum innan KT, samskifisráðgeving og telduútbúnaði o.s.fr. Her kann tað vera passandi at nýta undangóðkenningarmannagongdina, har myndugleikin við almennari lýsing heitir á fyritøkur um at søkja um undangóðkenning. Bygnaðurin á marknaðinum Áðrenn ein myndugleiki bjóðar eina uppgávu út, er neyðugt at kenna til bygnaðin á marknaðinum. Bygnaðurin á marknaðinum hevur ávirkan á, hvussu ein velur at bjóða út – ella um útbjóðingarhátturin yvirhøvur skal verða nýttur. Um bert tveir veitarar eru á einum marknaði, kann ein uppgáva bjóðast út. Hetta hevur verið roynt við góðum úrslitum. Hinvegin, har tað bert eru tveir veitarar á marknaðinum, kann tað í ávísum førum vera ráðiligt, at myndugleikin biður um tilboð frá fyritøkunum á marknaðinum, heldur enn at bjóða uppgávuna út. Tó so, skal myndugleikin eisini hava atlit til kapping og tá kann vera ráðiligt at bjóða út alment í Føroyum og í summum førum eisini aðrastaðni. Hóast fáir veitarar eru á einum marknaði, kann eitt alment útboð eggja fyritøkum at samstarva, fyri síðani at gerast kappingarførur veitari á marknaðinum. Við øðrum orðum, um møguligir framtíðar veitarar ikki vita av, at eftirspurningurin er til staðar, hava tær ikki møguleika at gera vart við seg. Tí eiga almennir myndugleikar ikki neyðturviliga at ganga út frá, at teir eru vitandi um allar hugsandi veitarar. Umsitingarliga arbeiðsbyðran Útbjóðingar kunnu vera sera krevjandi fyri almennu umsitingina og er hetta ikki einans galdandi fyri tað arbeiðið, sum stendst av sjálvari útbjóðingini, inntil ein veitari tekur við uppgávuni. Tá ein uppgáva er bjóðað út, setur hetta eisini krøv til, at fólk eru tøk at fylgja veitingini, áhaldandi góðskutryggja hana og annars gera tær uppgávur, sum eru neyðugar, av tí at myndugleikin framvegis hevur ábyrgd av uppgávuni. Tí er sera umráðandi, at atlit verður tikið til umsitingarligu byrðuna fyri almennar myndugleikar, tá útbjóðingarformurin verður valdur. 2.3.3 Kunning av útboðum og nýtslu av miðlum Tað skal vera møguligt hjá viðkomandi pørtum at kunna seg um útbjóðingar. Myndugleikin skal sostatt tryggja sær, at eitt alment útboð er nóg væl lýst. Í føroysku útbjóðingarlógini (licitationslógin)23, sum er galdandi fyri byggivirksemi, er ein áseting um, at almenn útbjóðing skal lýsast í “...bløðunum ella á líknandi hátt...” (§ 2, stk. 3). 23 Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing 41 ÚTBJÓÐINGARTILGONGDIN Í dagsins samfelagi, har nógvir miðlar eru í at velja, harímillum elektroniskir miðlar, er kunningin til borgaran samansett við eini røð av ymsum miðlum. Tað viðførir, at samfelagið er í minni mun tengt at dagbløðum og tí er tað ikki neyðturviliga nóg mikið at lýsa við útbjóðingum í dagbløðum. Tað er tí ráðiligt, at eisini aðrir miðlar verða nýttir til upplýsing um almenn útboð. Her verður sett sum minsta krav, at uppgávur, sum eru bodnar út, eru lýstar á útboðsheimasíðuni, sum varð umrødd í fyrsta parti (innkeypspolitikkinum), tá hendan heimasíðan er klár. Harumframt verður mælt til, at eisini aðrir miðlar verða nýttir, so sum dagbløð, heimasíða hjá viðkomandi stovni og kunning umvegis Vinnuhúsið. 42 ÚTBJÓÐINGARTILFAR 2.4 Útbjóðingartilfar Tá ein uppgáva verður boðin út, eigur útbjóðingartilfarið at vera væl gjøgnumhugsað og sera neyvt. Tann, sum skal veita tilboð, skal hava møguleika at seta seg væl inn í uppgávuna. Hetta er eisini umráðandi fyri myndugleikan, tí óneyvt útbjóðingartilfar førir við sær ógreið tilboð, sum ger tað sera trupult at samanbera innkomin tilboð. Harumframt er tað sera ónøktandi hjá fyritøkum at hava fyri neyðini at “gita” seg fram til smálutirnar í uppgávuni. Tað er eingin ivi um, at gjøgnumarbeitt og neyvt útbjóðingartilfar setur stór krøv til útbjóðaran. Um neyðugt, eigur útbjóðarin at fáa yrkisliga ráðgeving/hjálp at gera tilfar. Hetta er vanlig mannagongd við stórum og ógreiðum verkætlanum, sum t.d. innan byggi- og annleggsvirksemi, har byggirráðgevar projektera verkætlanir. Útbjóðarin eigur eisini, um tey eru óroynd at bjóða út, at fáa ráðgeving ella samstarva við aðrar myndugleikar, sum hava viðkomandi førleikar ella royndir. Fyri at gera útbjóðingartilfar krevst, at ein røð av viðkomandi stigum eru umrødd og greinað. Stigini eru bólkað í 1) innihaldið í útbjóðingartilfarinum, 2) val av metingarstøði (kriterie), 3) góðskutrygging, 4) val av veitara og 5) mál í útbjóðingartilfari og tilboði. Hesi verða nú viðgjørd. 2.4.1 Innihald í útbjóðingartilfarinum Bygnaðurin í útbjóðingartilfarinum kann vera sera ymiskur og broytist eisini ímillum vinnur. Harumframt er innihaldið í útbjóðingartilfarinum eisini nær tengt at útboðsforminum. T.d. har fyritøkur eru undangóðkendar í byggi- og annleggsverkætlanum, er tilfarið vanliga sera neyvt, soleiðis at fyritøkurnar vita niður í smálutir, hvussu nógv tilfar skal nýtast og hvat góðskustøðið skal vera. Tí skal útbjóðarin tryggja sær, at samsvar er millum útboðsformin og útbjóðingartilfarið. Hóast tað er ein røð av viðurskiftum, sum ávirka innihaldið í útbjóðingartilfarinum og neyvleikan í upplýsingunum, eru tað fleiri grundleggandi upplýsingar, ein møguligur veitari eigur at vita. Tær mest týðandi upplýsingarnar í útbjóðingartilfarinum eru:  Ein frágreiðing um uppgávuna sum heild  Treytir, sum verða settar tilboðsgevarum  Kravfesting av uppgávuni Ein frágreiðing um uppgávuna sum heild Orsøkin/bakgrundin til, at uppgávan verður bjóðað út, kann vera sera viðkomandi fyri tilboðsgevarar. Harumframt kann tað geva tilboðsgevarum eina betri heildarmynd, um nakrar upplýsingar fyriliggja um myndugleikan, sum bjóðar uppgávuna út. Uppgávan eigur at verða lýst í stuttum í byrjanini av útbjóðingartilfarinum. Hetta gevur fyritøkuni møguleika at gera eina skjóta meting um, hvørt tey eru áhugað at kunna seg nærri um uppgávuna. Seinni í tilfarinum eigur uppgávan at verða lýst meira neyvt. Lýsingin er sjálvandi tengd at, hvat slag av uppgávu talan er um, men ein neyvari lýsing fyri eina tænastuveiting kann t.d. greiða frá:  Støddini á veitingini  Hvar (geografiskt) veitingin skal fara fram  Hvørjar almennar myndugleikar tilboðsgevaran skal samstarva við og, um nakrar, hvørjar fyritøkur  Hvussu langt tíðarskeið veitingin skal fevna um  Lógarheimild fyri veitingina 43 ÚTBJÓÐINGARTILFAR Treytir, sum verða settar til tilboðsgevarar Tær treytir, sum útbjóðarin setur til tey, sum bjóða, hava samband við bæði tey praktisku viðurskiftini umframt onnur meira grundleggjandi viðurskifti. Tað er umráðandi, at útbjóðarin hevur øll viðkomandi krøv við í útbjóðingartilfarinum. Hinvegin skal útbjóðarin eisini tryggja sær, at krøvini, sum verða sett fyritøkum, eru møgulig (realistisk). Eitt nú er týðandi, at krøvini ikki eru hægri enn neyðugt, soleiðis at ávísar fyritøkur óneyðugt verða útihýstar frá útbjóðingini.  Treytir, sum verða settar til praktisk viðurskifti, eru t.d.: o Tíðarfreistir (nær tilboð skulu latast inn, nær seinasta freist er at seta spurningar um útbjóðingartilfarið, nær úrslitið verður almannakunngjørt) o Hvar og í hvørjum líki tilboðið skal latast inn og hvussu nógv eintøk (um talan er um tilboð í pappírsformi) o Hvar tilboðsgevarar kunnu venda sær við spurningum o Um nakrar útreiðslur verða álagdar tilboðsgevarum o Um tilboðsgevarar kunnu vera til staðar tá tilboð verða upplatin og viðgjørd o Hvussu og hvar tilboðsveitarar kunnu kæra um avgerðir í sambandi við val av veitara o Bankatrygd, har talan er um størri upphæddir  Treytir í sambandi við útboðið eru t.d.: o Útbjóðingarformur o Úrvalsmetingarstøði (við undangóðkenningum) o Tillutingarmetingarstøði (kriterie fyri val av veitara) o Um boð kunnu gevast um at loysa uppgávuna á ein annan hátt, enn lýst í útbjóðingartilfarinum o Um/nær kunnandi fundir vera í sambandi við útbjóðingina. o Um nakrar serligar treytir eru við útbjóðingini, t.d. serlógir ella um serlig krøv eru til eitt nú tilfar ella umhvørvisatlit  Útbjóðarin eigur at upplýsa um møguligar viðkomandi serlógir, sum eru galdandi fyri útbjóðingina umframt vanligar almennar lógir, so sum útbjóðingarlógin og aðrar almennar lógir. Harumframt skal upplýsast um ítøkiligar ásetingar í útbjóðingartilfarinum. Hesar eru: o Løgtingslóg nr. 98 frá 20. juni 1995 um at avmarka møguleikar hjá skuldarum, at taka lut í útbjóðingum hjá tí almenna o Rundskriv um arbeiðsklausular í sáttmálum um tænastu- og byggiarbeiði hjá tí almenna.24 Kravfesting av uppgávuni Um ein uppgáva verður bjóðað út á fyrsta sinni, kann arbeiðið at áseta metingarstøði verða umfatandi. Endamálið við kravfestingini er, at tilboðsveitarar fáa eina greiða mynd av innihaldinum í uppgávuni og ikki minst góðskustøðinum, sum verður kravt. Sostatt er hetta ein avgerandi partur av útbjóðingartilfarinum. Krøv kunnu setast til sjálva veitingina, men talan kann eisini vera um krøv, sum hava eitt óbeinleiðis samband við veitingina. Tey ymsu krøvini eru sjálvsagt neyvt tengd at, um talan er um eina vøru/tænastu ella byggi- og annleggsverkætlan. Tað er tó umráðandi, at krøvini eru viðkomandi og neyðug. Hyggja vit eftir ymiskum krøvum, kunnu hesi býtast í krøv til sjálva veitingina og onnur krøv.  Krøv til sjálva veitingina kunnu eitt nú vera: o Mongd, góðska og dagfesting fyri veiting o Hvørji minstakrøv eru til t.d. teknisk krøv, umhvørvisatlit og tilfar 24 Rundskriv um arbeiðsklausular í sáttmálum um tænastu- og byggiarbeiði hjá tí almenna, http://www.vmr.fo/Default.aspx?ID=6855&PID=10187&NewsID=1918 44 ÚTBJÓÐINGARTILFAR  o Møgulig minstakrøv til arbeiðsgongdina, t.d. hvørji tól og maskinur verða nýtt o Um talan er um keyp av vøru ella tænastu, hvørji minstakrøv eru til tænastustøðið o Krøv til veitingartrygd ella tænastu- og eftirlitssáttmálar, t.d. við keypi av teldum Onnur krøv til veitaran kunnu eitt nú vera: o At veitarin hevur ávísar tryggingar o Hvussu klagur frá brúkarum (t.d. um talan er um eina tænastuveiting) verða handfarnar o Krøv til arbeiðsklæðir o Krøv til útbúgvaringarstøðið hjá starvsfólkum o Krøv til handfaring av undirveitarum 2.4.2 Val av metingarstøði (kriterie) Tá ein uppgáva verður bjóðað út, er ein tann mest grundleggjandi spurningurin, hvørji metingarstøði skulu nýtast fyri at gera av, hvør veitari verður valdur. Metingarstøði eru tey yvirskipaðu krøvini, sum útbjóðarin ásetur. Hesi krøv eiga at verða vektað soleiðis, at tilboðsgevarin og útbjóðarin vita, hvussu metingin skal sundurbýtast. Ynskiligt er, at ein vekting verður gjørd við at áseta nøgd, t.d. prosent. Í teimum førum, har hetta ikki ber til, vektingin í minsta lagi at greiða frá við orðum sum t.d. “av stórum týdningi”, “av minni týdningi” osfr. Harumframt verður útbjóðingarmannagongdin meira gjøgnumskygd, saklig og álitsvekjandi. Metingarstøði eiga at verða vektað og skal vektingin upplýsast í útbjóðingartilfarinum. Tvey sløg av metingarstøði vera nýtt fyri at meta um tilboðsgevarar  Úrvalsmetingarstøði – verða nýtt at velja út fyritøkur í einari undangóðkenning, sum síðani bjóða upp á uppgávuna  Tillutingarmetingarstøði – verða nýtt at velja endaliga veitara, t.v.s. tá sáttmálin verður tillutaður Úrvalsmetingarstøði (til útboð við undangóðkenningum) Úrvalsmetingarstøði verða nýtt við undangóðkenningar og hava til endamáls at velja tær fyritøkur við bestu førleikum at gera uppgávuna. Tær fyritøkur, sum verða undangóðkendar, geva síðani eitt boð upp á uppgávuna. Úrvalsmetingarstøði kunnu sostatt vera t.d. krøv til fíggjarligu og tøkniligu orkuna hjá fyritøkuni og royndir við líknandi verkætlanum. Dømi um úrvalsmetingarstøði eru:  Inntøka/vinningur seinastu trý árini ella yvirlit yvir eginogn/skuld  Skuldarbyrða  Útbúgvingarstøði hjá starvsfólkum, sum eru knýtt at verkætlanini  Viðkomandi royndir hjá fyritøkuni  Yvirlit yvir amboð og tøkniliga útgerð  Frágreiðing um góðskutrygging Tillutingarmetingarstøði Tillutingarmetingarstøði, hinvegin, eru grundarlag undir endaliga valinum av veitara og kunnu eitt nú vera grundað á lægsta prís ella hægsta virði fyri peningin. Tað er tó neyðugt, at hægst virði fyri pening má býtast upp soleiðis, at tilboðsgevarin veit, hvat hetta merkir í tí ítøkiligu útbjóðingini. Dømi um hetta eru:     Rakstrarkostnaðir Prísur Góðskutrygging Veitingartrygd 45 ÚTBJÓÐINGARTILFAR   Rakstrartrygd Tænastuveitingar Metingarstøði, sum kunnu haldast at gera mismun og vera ósaklig (t.d. veitari, sum er valdur, tí talan er um lokal fyritøku), eru ikki loyvd. 2.4.3 Góðskutrygging Hóast ein uppgáva verður bjóðað út, er tað almenni myndugleikin, sum framhaldandi hevur ábyrgd av veitingini. Tað er tí neyðugt, at ein góðskutrygging er greitt avtalað við veitara. Hvørji krøv verða sett til veitaran um góðskutryggingarskipan eigur eisini at vera skrivað inn í útbjóðingartilfarið. Góðskutrygging skal umfatað veitarans eftirlit við góðskuni, men eisini skal myndugleikin gera sær greitt, hvussu tað hevur eftirlit við veitingini. Hetta kann t.d. vera við at gera stakroyndir, brúkarakanningar ella handfaring av klagum. Umframt eina ætlan fyri góðskutrygging, skal ein sáttmáli innihalda framferðarhátt við góðskutryggingarskipan t.d. um nøkur fylgja skal standast av trupulleikum við góðskuni á veitingini. 2.4.4 Val av veitara Hesin partur av útbjóðingartilgongdini snýr seg um at taka avgerð um, hvør veitari endaliga vinnur útboðið. Eins og í allari tilgongdini, er eisini neyðugt í hesum partinum av útbjóðingini at vera neyvur, nærlagdur og hugsa um smálutir. Tað eigur at vera tilskilað í útbjóðingartilfarinum hvar og hvussu tilboð skulu latast inn og hvat frámerki skal vera á brævbjálvanum. Harumframt er umráðandi, at í teimum førum, har tilboðsveitarar sjálvir lata eitt tilboð inn til bústaðin hjá myndugleikanum, at tey fáa eina kvittan fyri móttøkuna. Fyri at skapa gjøgnumskygni, er tað av stórum týdningi, at myndugleikin er reglubundin og viðger tilboðsveitarar eins. Tá veitari skal veljast, skulu øll hava somu viðferð. Tað merkir t.d. at:  Har fyrispurningar eru um útbjóðingartilfarið, eiga allir veitarar at fáa útflýggjaðar upplýsingar, sum verða latnar út til ávísan tilboðsgevara. Annar møguleiki er at skipa fyri almennum fundi, har tilboðsgevarar kunnu seta spurningar og fáa greiðu á viðurskiftum í útbjóðingartilfarinum  Evstamark fyri at lata inn tilboð verður yvirhildið og tey tilboð, sum eru ov sein, eiga at verða burturvíst. Hetta er umráðandi fyri, at meginreglan um eins viðferð av veitarum verður hildin. Við øðrum orðum, skulu øll lata inn til tíðina og ikki bert nøkur  Treytirnar, sum eru settar í útbjóðingartilfarinum, skulu haldast  Tilboð eru afturlatin og eru í trúnaði inntil freistin er farin Tá ein útbjóðing er so opin og gjøgnumskygd, sum til ber, er tað eyðsæð, at tey, sum hava boðið, hava størri álit á myndugleikanum, at alt er farið rætt og sakliga fram. Tí verður viðmælt, at tilboð verða latin upp alment, har tað er møguligt. Tað, at tilboð verða latin upp, er tó bert at almannakunngera tey, sum hava latið tilboð. Avgerðin um, hvør fær uppgávuna, eigur at verða tikin bert tá viðkomandi partar, og møguligir serfrøðingar, hava havt høvi at kanna tilboðini neyvt. Tilboð skulu gjøgnumgangast og myndugleikin skal tryggja sær, at tilboðsveitararnir lúka tær treytir, sum eru settar í útbjóðingartilfarinum. Í teimum førum, har tilboð eru innlatin, sum ikki lúka treytirnar, skulu hesi sáldast frá og eigur veitarin at fáa boð um hetta við einari grundgeving sum skjótast. Um myndugleikin ivast í onkrum í tilboðnum, kunnu hesi seta seg í samband við tilboðsveitaran fyri at fáa svar upp á hetta. At venda sær til tilboðsveitaran við tí fyri eyga, at fáa 46 ÚTBJÓÐINGARTILFAR greiðu á onkrum, skal bert koma fyri, um tað er haldgott grundarlag at seta spurning til tilboðsveitaran. Tá talan er um prísáseting, er tað skyldan hjá myndugleikanum at taka atlit til møgulig fyrivarni í tilboðnum og gera eina meting um, hvør kostnaður kann standast av hesum fyrivarnum. Ein myndugleiki má ongantíð seta seg í samband við ein tilboðsveitara um ein prís, tí hetta kann skiljast sum ein roynd at ávirka prísin. Harumframt er tað ikki loyvt at seta seg í samband við tilboðsveitarar við tí fyri eyga, at leggja trýst á tey um viðurskifti, sum á annan hátt kunnu ávirka samlaða prísin. Sostatt er tað bert loyvt at samskifta við tilboðsveitarar, um tað er neyðugt, t.d. við einari neyvlýsing av viðurskiftum í tilboðnum – og hetta bert um hetta er í tráð við grundregluna um eins viðferð av tilboðsveitarum. Síðani skulu tilboðini kannast sambært metingarstøðinum, sum er tilskilað í útbjóðingartilfarinum. Um metingarstøðið er lægsti prísur samanber myndugleikin prísir og tekur hædd fyri møguligum fyrivarni og eyka veitingum, sum eru tilskilað í tilboðnum. Har talan er um onnur metingarstøði, kann t.d. gevast stig fyri hvørt av teimum tilskilaðu metingarstøðunum og tann, sum hevur flest stig, vinnur uppgávuna. Harumframt kann tað vera neyðugt at viga stigini soleiðis, at tað metingarstøði, sum hevur størst týdning, vigar mest. Tílíkar vektingar eiga at vera tilskilaðar frammanundan í útbjóðingartilfarinum. 2.4.5 Mál í útbjóðingartilfari og í tilboði Tungumálið í útbjóðingartilfarinum er lýst í fyrsta parti um innkeypspolitikk. Greitt varð frá, at útbjóðingartilfar eigur at vera á føroyskum, men kann harumframt eisini vera á útlendskum máli. Hetta um tað verður mett, at nøktandi kapping ikki kann fáast uttan at bjóða uppgávuna út uttanfyri Føroyar. Harumframt skal vera gjørligt at lata inn tilboð á føroyskum máli. Ein myndugleiki kann hava fyri neyðini at tilboðini og/ella útbjóðingartilfarið verður umsett til eitt annað mál, eitt nú um serfrøðingar skulu meta um tilboðini. Í tílíkum førum kann vera neyðugt hjá serfrøðingum at hava føroying afturat sær. VIÐHEFT SKJØL Viðheft skjøl 48 VIÐHEFT SKJAL 1 Skjal 1: Hoyvíkssáttmálin Við Hoyvíkssáttmálanum frá 2005 gjørdust Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki. Hetta merkir, at tað við ávísum undantøkum er fríur flutningur av vørum, tænastum, arbeiðsmegi og kapitali millum londini bæði. Tað er bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkis- ella framleiðslustað. Grein 5, nr. 2, litra I í sáttmálanum ásetur, at “allur mismunur í sambandi við alment innkeyp, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.” Hetta merkir, at tað ikki ber til at taka atlit til tjóðskap, virkis- ella framleiðslustað í sambandi við alment innkeyp. Gev gætur, at hetta bert er galdandi fyri alment innkeyp, og ávirkar sostatt ikki innkeyp hjá privata sektorinum. Hoyvíkssáttmálin kann fatast sum ein røð av alment galdandi prinsippum, sum í hvørjum einstøkum føri mugu tulkast í sambandi við ítøkiliga málið. Í sambandi við alment innkeyp snýr tað seg tí um at gera eina meting, nær mismunur verður gjørdur vegna tjóðskap, virkis- ella framleiðslustað, tá tað almenna keypir inn. Spurningarnir eru serliga viðkomandi, tá lýst verður eftir tilboðum, innihaldi í útbjóðingartilfarinum, avgerð um tillutan av sáttmálanum og spurninginum um møguligt útboðskrav. Lýsing eftir tilboðum Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið í stríð við Hoyvíkssáttmálan at lýst eftir føroyskum veitarum ella á annan hátt givið ta fatan í lýsingini, at føroyskir veitarar hava ein fyrimun fram um íslendskar. Tó kann ikki roknast við, at Hoyvíkssáttmálin førir til nakað krav um, at útboð skulu lýsast í Íslandi eisini. Tað má vera upp til innkeyparan at meta, hvar tað er skilabest at lýsa, og tí ber framvegis til bert at lýsa í Føroyum, um innkeyparin ynskir hetta. Lýsingarnar kunnu eisini orðast á føroyskum, uttan at tað er í stríð við sáttmálan. Um íslendskt felag bjóðar upp á uppgávuna ella biður um at vera undangóðkent, eigur tilboðið ella umbønin tó at verða viðgjørd á jøvnum føti við tilboðini ella umbønirnar frá føroyskum veitarum. Hetta er eisini galdandi, hóast tað bert er lýst í Føroyum og/ella lýsingin er orðað á føroyskum. Krøv í útbjóðingartilfarinum Tað hevði sum útgangsstøði verið í stríð við Hoyvíkssáttmálan at sett sum krav í útbjóðingartilfarinum, at veitarin skal vera skrásettur ella hava sítt virkisstað í Føroyum. Tó kann tað eftir umstøðunum vera loyvt at seta sum krav, at umboð fyri veitaran er staðsett í Føroyum, at veitarin hevur kunnleika til føroysk viðurskifti ella at uppgávan heilt ella partvíst verður útint í Føroyum, um hetta er neyðugt fyri at kunna veita tænastuna ella vøruna á fullgóðan hátt. Tað ber tó ikki til at seta slíkt krav, um tað ikki er neyðugt fyri at veita tænastuna á fullgóðan hátt, tí tá kann tað bera brá av mismuni vegna tjóðskap. Sum útgangsstøði hevði tað eisini verið í stríð við sáttmálan at kravt ella sett sum metingarstøði, at arbeiðið verður útint av føroyskari arbeiðsmegi. Tað skal tó sambært rundskrivi frá Vinnumálaráðnum25 setast sum krav í sambandi við slíkar útbjóðingar, at sáttmálaviðurskiftini hjá møguligari útlendskari arbeiðsmegi ikki eru verri enn tey sáttmálaviðurskifti, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 25 Rundskriv um arbeiðsklausular í sáttmálum um tænastu- og byggiarbeiði hjá tí almenna, http://www.vmr.fo/Default.aspx?ID=6855&PID=10187&NewsID=1918 49 VIÐHEFT SKJAL 1 Viðvíkjandi tungumáli er spurningurin, um útbjóðarin kann orða útbjóðingartilfarið á føroyskum máli og seta krav um, at tilboðið skal vera orðað á føroyskum máli. Hóast einki beinleiðis verður sagt um henda spurning í íslandssáttmálanum, má roknast við, at útbjóðarin hevur rætt til at gera av, hvørjum máli útbjóðingartilfarið verður orðað á, og hvørjum máli tilboðið kann orðast á. Hetta er vanlig mannagongd í øðrum búskaparøkjum, eitt nú í ES. Tað eigur tó at vera tilskilað í lýsingini og/ella útbjóðingartilfarinum, hvat ella hvørji mál kunnu vera nýtt í tilboðnum. 50 VIÐHEFT SKJAL 2 Skjal 2: Útbjóðingar og tænastumenn Í Ll. um tænastumenn landsins26 er ásett í § 29: § 29. Verður tænastumaður loystur úr starvi, av tí at starvið verður tikið av vegna umlegging av fyrisitingini ella broyting av arbeiðslagnum, og tað ikki er gjørligt at ávísa honum annað starv, sum hann eftir §§ 11-12 hevur skyldu at taka av, fær hann sína higartil galdandi løn í 3 ár, tó ikki longur enn til tann fyri starvið galdandi fráfaringaraldur. Í hesum tíðarskeiði kemur hann undir reglurnar í §§ 11-12. Tænastumannasett starvsfólk eru í tí støðu, at í nógvum førum hava tey varandi størv og kunnu størv teirra ikki uttan víðari flytast til privata geiran. Í § 29 er tilskilað, at tænastumenn skulu, um teir verða uppsagdir vegna umleggingar, fáa løn í trý ár. Tó so, eru í fleiri førum umskipanir av tænastumannastørvum framdar við lóg, eitt nú tá Føroya Tele og Vága Floghavn vórðu løgd um til partafeløg. Í hesum førum varð lógarásett, at tænastumenn kundu ikki halda uppá, at starv teirra var niðurlagt og vórðu eisini semjur gjørdar millum tænastumenninar og tað almenna um treytir við flyting av starvi til partafelag. Tað skal hóast alt vera myndugleikanum greitt, at talan kann vera um ávísar kostnaðir, um ein almennur myndugleiki hevur í hyggju at bjóða út eina uppgávu, sum verður røkt av einum tænastumanni. Sostatt skal hetta innganga sum eitt atlit, tá myndugleikin skal taka støðu til eina kappingarútsetan. 51 26 Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins við seinni broytingum ORÐALISTI Orðalisti Innkeyp Við almennum innkeypi skal skiljast alt, sum tað almenna keypir av vørum og tænastum á privata marknaðinum. Innkeypspolitikkur Við innkeypspolitikki skulu skiljast tær reglur og vegleiðingar, sum Føroya landsstýri er samt um skulu vera galdandi fyri alment innkeyp hjá teimum myndugleikum, sum eru umfataðir av politikkinum. Útboð/útbjóðing Við útboð skilst ein serligur formur fyri innkeyp, har vørur og tænastur verða bodnar út á privata geiran til vinnurekandi at bjóða upp á eftir einum ávísum leisti. Tilboð at loysa eina uppgávu verða bjóðað út til fleiri ymiskar fyritøkur á sama útboðsgrundarlagi. Tilfar um uppgávuna verður veitt møguligum áhugaðum fyritøkum og skulu tilboðini vera inni somu tíð. Í tilfarinum verður eisini upplýst, hvørjum grundarlagi tilboðini verða mett út frá. Eitt útboð kann vera alment útboð ella avmarkað útboð. Útboðspolitikkur Við útboðspolitikki skal skiljast tær reglur og vegleiðingar, sum Føroya landsstýri er samt um skal vera galdandi fyri almennar útbjóðingar og metingar um uppgávur, sum kunnu bjóðast út á privata geiran. Útboðspolitikkurin er galdandi fyri teir myndugleikar, sum eru umfataðir av politikkinum. Har útboðslógin er galdandi, er lógin altið galdandi frammum politikkin. Onnur tilboð Onnur tilboð (enn tilboð veit í samband við útbjóðing) eru aðrar áheitanir um at fáa prís uppá vørur og tænastur, har talan ikki er um eina útbjóðing sambært omanfyrinevnda definitión uppá útboð/útbjóðing. Heitt verður á ávísar fyritøkur um at geva eitt tilboð upp á at loysa eina uppgávu. Eftir hesum leisti eru øll tilboð ikki neyðturviliga útbjóðaranum í hendi sama dag og er tilfarið um uppgávuna meira avmarkað. Alment útboð Eitt útboð, har allar fyritøkur, sum hava áhuga, kunnu luttaka í. Avmarkað útboð Eitt útboð, har ein ávísur avmarkaður skari av persónum ella fyritøkum verða biðin um at geva boð upp á eina veiting. Avmarkað útboð kann vera við ella uttan undangóðkenning (prekvalifikation). 52 ORÐALISTI Undangóðkenning Fyritøkur, sum eru góðkendar at bjóða upp á uppgávur, verða góðkendar grundað á eina meting um viðkomandi viðurskifti hjá fyritøkuni, so sum fíggjarlig og búskaparlig viðurskifti umframt t.d. fakligar førleikar og royndir við líknandi uppgávum. Við einum útboði við undangóðkenning kann verða heitt á útvaldar fyritøkur at søkja um undangóðkenning. Ein annar framferðarháttur við undangóðkenning er við almennari kunning at heita á áhugaðar fyritøkur um at søkja um undangóðkenning. Vørur og tænastur Vørur og tænastur umfata alt keyp hjá tí almenna uttan byggi- og annleggsvirksemi. Byggi- og annlegg Byggi- og annleggsvirksemi skal skiljast soleiðis sum hetta hugtakið vanliga verður nýtt. Sí t.d. lisitationslógina, har hugtakið er greinað. Innkeypsháttur Val av mannagongd, hvørjar mannagongdir nýtir tú, tá tú keypir inn á privata marknaðinum? Tað, sum verður lagt til grund, tá ein avgerð skal takast um, hvat tilboð er tað besta. Tey viðurskifti, sum dentur verður lagdur á, tá avgerðir verða tiknar. Kappingarútsetan At bjóða út ella biðja um tilboð á privata marknaðinum fyri at meta um, hvørt ein uppgáva eigur at loysast í privata geiranum, heldur enn í almenna geiranum. 53 VIÐKOMANDI SPURNINGAR OG VIÐMERKINGAR Niðanfyri eru nakrir av spurningunum, sum stovnar og myndugleikar hava sett okkum. Spurningur: Nær kemur innkeyps- og útboðspolitikkurin í gildi? Svar:  Innkeypspolitikkurin kemur í gildi 1. mars 2012  Krøv til at gjøgnumganga uppgávur við tí fyri eyga at kappingarútseta (punkt 2.2), kemur í gildi 1. januar 2013  Restin av parti 2 um útboðspolitikk kemur í gildi 1. mars 2012 Spurningur: Eru vit innan mín myndugleika umfatað av innkeyps- og útboðspolitikkinum? Svar: Um tú hoyrir til ein myndugleika, sum rekur virksemi, sum kemur undir játtanarsløgini rakstrarjáttan, løgujáttan og landsfyritøka í játtanarskipan landsins, ert tit umfatað av reglunum í innkeyps- og útboðspolitikkinum. Spurningur: Fyri hvørjar vørur er innkeyps- og útboðspolitikkurin galdandi? Svar: Innkeyps- og útboðspolitikkurin er galdandi fyri keyp av vørum og tænastum, men ikki byggi- og annleggsuppgávur. Sí annars punkt 1.7 um undantøk. Spurningur: Hvørjar eru høvuðsbroytingarnar í mun til núverandi støðu? Svar: Í løtuni eru fáar reglur galdandi fyri keyp av vørum og tænastum, sum tað almenna tekst við. Tó so eru seinastu tvey árini lóg og rundskriv sett í gildi, sum áleggja øllum landsstýrisfólkum og stovnsleiðarum at bjóða út tær vørur og tænastur, sum eru egnaðar til útbjóðing. Hetta var umrøtt nærri í innganginum. Innkeyps- og útboðspolitikkurin ásetur nakrar mannagongdir fyri, hvørjar meginreglur skulu vera galdandi, tá tað almenna keypir inn. Harumframt eru eisini ásett ítøkilig krøv til innkeyp. Nakrar av høvuðsbroytingunum eru: Tá keypt verður fyri millum kr. 50.000 og kr. 800.000 skulu minst tvey tilboð umbiðjast. Hetta merkir, at meira enn ein fyritøka skal hava møguleika at geva tilboð upp á eina uppgávu. Arbeiðsbólkurin hevur spurt seg fyri og skilti, at kr. 50.000 er eitt rímiligt minstamark, har upphæddin hóast alt er so mikið stór, at til ber at fáa meira enn eitt tilboð til vega. Ásannandi, at tað eru dømi, har tað ikki ber til at fáa tvey tilboð til vega, er tað viðhvørt, at tað ikki ber til. Dømi um hetta eru:  Fyri uppgávur, sum verða keyptar á einum marknaði, har talan er um lógarásett monopol  Fyri uppgávur, har tað bert er ein veitari og har tað ikki ber til ella ikki er ráðiligt at keypa vøruna inn úr øðrum landi. 54 VIÐKOMANDI SPURNIGNAR OG VIÐMERKINGAR  Har tað vegna umstøður ella vegna skipanir er neyðugt at keypa ávíst merki (t.d. forrit) og tað bert er ein veitari, sum umboðar merkið í Føroyum. Sí punkt 1.7, har fleiri undantøk eru nevnd. Tað, sum er umráðandi, er, at landsins myndugleikar skapa kapping um uppgávurnar. Harvið er meira sannlíkt, at peningur kann sparast. Harumframt er tað eisini rímiligt, at fyritøkur føla, at tær hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram til at loysa eina uppgávu. Tá keypt verður fyri omanfyri kr. 800.000 skal uppgávan verða bjóðað út sambært útboðspolitikkinum Hetta er eisini galdandi fyri rammusáttmálar. Frávik eru tó galdandi og síggjast undir punkti 1.7. Málið í útboðstilfari skal vera føroyskt Hetta merkir, at føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at lata inn tilboð á føroyskum umframt at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum. Útbjóðarin kann eisini taka ímóti tilboðum á øðrum málum, men fyritøkur skulu framvegis hava møguleikan at lata inn tilboð á føroyskum. Myndugleikar skulu gjøgnumganga sínar uppgávur 4. hvørt ár fyri at meta um, hvørt uppgávur eiga at kappingarútsetast Hetta merkir, at myndugleikar skulu meta um, hvørt nakrar uppgávur á betri hátt kundu verið loystar á privata marknaðinum. Ásannandi, at tað ikki eru allar uppgávur, sum kunnu ella eiga at verða bodnar út á privata marknaðinum, er tað tó ein ábyrgd hjá hvørjum einstøkum myndugleika at gjøgnumganga uppgávurnar fjórða hvørt ár, fyri at gera eina meting av uppgávunum. Spurningur: Hví júst omanfyrinevndu upphæddir? Svar: Vit ásanna, at tað er sera trupult at áseta upphæddir fyri, nær meira enn eitt tilboð skal umbiðjast og nær ein uppgáva skal bjóðast út. Tað er eisini sera ymiskt, hvussu nógv orka skal leggjast í innkeyp av ymsum vørum og tænastum. T.d er tað lutfalsliga einfalt at keypa vesirullur og vaskievni, ímeðan tað at keypa eina KT skipan kann vera ein sera samansett uppgáva. Tí kann tann orkan, sum brúkt verður upp á ymiskar útbjóðingar, vera sera ymisk, hóast talan er um somu upphæddir. Samanumtikið verður tó mett, at tey krøv, sum verða sett, eru ikki órímilig og er talan um eina tilvenjing. Spurningur: Hví verður mælt til, í mestan mun at brúka útboðsformarnir alment útboð, avmarkað útboð og kappingarkend samrøða? Svar: Í Føroyum hava mangla vit siðvenja at bjóða uppgávur út á ein skipaðan hátt, hóast vit vita, at tað eru ávís øki har tað almenna og privatar fyritøkur hava nakað væl av royndum við útbjóðingum. Fyri restina er tað umráðandi at fara í eina tilgongd, har almennu innkeypararnir og vinnulívið venja seg 55 VIÐKOMANDI SPURNIGNAR OG VIÐMERKINGAR við at hugsa í gjøgnumskygni, opinleika og ikki minst kapping. Tað er nevniliga ábyrgdin hjá myndugleikunum at tryggja, at hesi viðurskifti gerast partur av vanligu mannagongdunum í almennum innkeypi. Spurningur: Hvar skulu almenn útboð lýsast? Svar: Almenn útboð skulu lýsast í miðlum so tað er møguligt hjá fyritøkum at kunna seg um útbjóðingar. Í samgonguskjalinum er staðfest, at ein útboðsheimasíða skal mennast. Tá hetta arbeiðið er gjørt skulu øll almenn útboð lýsast á heimasíðuni. 56