UTTANRÍKISRÁÐIÐ MINISTRY OF FOREIGN AFFAIRS Kappingarsamleiki Føroya Høvuðsniðurstøður í frágreiðingini hjá Simon Anholt Bretski serfrøðingurin Simon Anholt hevur greitt úr hondum frágreiðingina um kappingarsamleika Føroya, og nú skal støða takast til íverksetan. Tjóðarbranding er meira samansett enn vanlig vørubranding, eitt nú fyri ávísum bilmerkjum ella drykkivørum. Brandið hjá einum landi og fólki verður altíð knýtt at ymsum undirmentanum. Aloftast eru eisini ymsar meiningar í einum landi um, hvørji sereyðkenni, ið landið og fólkið hava ella umboða. Samleikin hjá eini nútímans tjóð vil altíð vera samansettur og fjøltáttaður. Eins og onnur lond, ið luttaka handilsliga, politiskt og mentanarliga á einum altjóðapalli ella marknaði, noyðast Føroyar at vera sjónligar og innbjóðandi. Lond, ið hava eina sterka og jaliga tjóðarímynd hava tað lættari og sleppa oftani bíligari økonomiskt. Allar dyr standa opnar og almenningurin hevur beinanvegin eina jaliga fatan av góðskuni og týdninginum av øllum tí, sum landið sigur, ger, framleiðir og selir. Fólk í londum, har ið Føroyar hava áhugamál, skulu vita um okkara, og tann vitanin skal vera av jaligum slagi, til tess at tey vilja samskifta og samstarva við okkum. Hetta er tað, ið tað merkir, tá ið vit siga, at vit skulu menna og røkja okkara kappingarsamleika. Kappingarsamleikin hevur eina innaru og eina ytru síðu. Inneftir skulu vit vera ella gerast tað, ið vit vilja ímynda úteftir. Tí er talan um eina tilgongd, har vit gerast tilvitað um, hvørji vit eru, og hvat vit standa fyri. Í hesum liggur eisini eitt ynski um menning. Ynskja vit t.d. at selja okkum sum ferðamál, mugu vit menna tilboð, tænastur og eina tænastumedferð, ið gevur eina slíka atdráttarmegi, at tað kann geva meining at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. At vera viðkomandi fyri brúkaran er sjálvsagt grundarsteinurin í hesum arbeiði. Heldur enn at spyrja okkum sjálvi “hvat kunnu vit siga fyri at gera Føroyar kendar?” skulu vit spyrja “hvat kunnu vit gera fyri at gera Føroyar viðkomandi?” Neyðugt er ikki at skapa nýggja umsiting at menna kappingarsamleikan. Vit kunnu nýta verandi skipanir og bygnaðir, men samskipa okkum meira miðvíst við tí fyri eyga at menna eina greiða jaliga søgu og fatan, sum sigur, hvat Føroyar er. Tað at branda eina tjóð er at byggja á tað, sum er og kunna siga frá tí greitt, jaligt og áhaldandi á sama hátt í langa tíð. Nakað av eyka peningi er tó neyðugt at seta av til marknaðarføring úteftir. Serliga gjøgnum ferðavinnuna, sum liggur væl fyri at marknaðarføra landið úteftir. Hetta skal tó ikki fatast sum, at verkætlanin um kappingarsamleikan er ein ferðavinnuætlan, men ferðavinnan kann verða spjótoddurin, sum lættast røkkur út og fær lutfalsliga skjót úrslit. Tinganes • FO-100 Tórshavn • Faroes Tel.: (+298) 306100 e-mail: mfa@fma.fo • www.mfa.fo Uttanríkisráðið Mál fyri verkætlanina Í frágreiðing síni sigur Simon Anholt, at ein sterkur og jaligur føroyskur kappingarsamleiki kann:  Økja um upprunalandsvirknaðin (Anholt: country of origin effect), so at føroyskur útflutningur og tænastur virðisøkjast.  Gera Føroyar lokkandi fyri fremmandar íleggjarar, íverksetarar, gestalesandi, frítíðar- og arbeiðsvitjandi.  Betra okkara sjálvsmynd, sum skal føra til minni fráflyting, og at fleiri føroyingar flyta heimaftur.  Fáa ein sterkari altjóða og uttanríkispolitiskan profil, ið bæði skal lætta um hjá landsstýrinum at røkka uttanríkispolitiskum málum, og gera føroyskar felagsskapir til áhugaverdar samstarvspartar í altjóða høpi t.d. ítróttarfelagsskapir. Sambært Simon Anholt eru fleiri viðurskifti, sum gera, at Føroyar ikki eru kendar. Fyrst og fremst hava Føroyar ongantíð gjørt nakað systematiskt við at marknaðarføra seg sum tjóð. Harumframt eru Føroyar ein útjaðari. Tað eru fáir kendir føroyingar. Hini framstandandi grannalondini skugga fyri Føroyum, og Føroyar eru eisini keðiligar. Føroyar eru eitt stabilt, friðarligt, vælhavandi og vælskipað samfelag, sum ikki hevur gjørt nakað serstakt, sum ger, at Føroyar antin eru hávirdar ella vanvirdar (undantakið er, tá altjóða samfelagið og útlendskir miðlar av og á fordøma grindadráp). Samanumtikið hava Føroyar ikki á nakran hátt gjørt seg viðkomandi fyri fólk í øðrum londum. Tí mugu vit í øllum tí, vit gera, arbeiða fyri at skapa eina grundleggjandi vitan um Føroyar. Í teimum næstu komandi árunum mugu vit gera greitt, at Føroyar finnast, og hægsta raðfesting má vera at geva okkara málbólki nágreiniliga strategiska kunning um Føroyar. Tørvur á støðugari kunning um Føroyar Simon Anholt mælir til hesa grundleggjandi vitan, sum er neyðug hjá málbólkum at vita, fyri at vit kunnu byggja upp eina ímynd av Føroyum:  Navn (tað eitur Føroyar og á enskum the Faroe Islands).  Geografi (tað liggur millum Skotland, Ísland og Noreg).  Hvar hoyrir tað til (tað er eitt skandinaviskt land).  Búskapur (tað er vælhavandi).  Framkomið (tað hevur eitt framkomið infrakervi).  Náttúruarvur (tað er vilt og vakurt).  Mentanararvur (tað er ein gomul, serstøk og hugtakandi mentan).  Stødd (tað er sera lítið og hevur sera fáar íbúgvar). Grundleggjandi kunningin um Føroyar má endurtakast umaftur og umaftur til tað óendaliga. Vit mugu altíð prógva og vísa hesa kunning í øllum tí, sum vit gera og siga. 2/5 Uttanríkisráðið Strategiska tilgongdin Tørvur er á, at almennu og privatu geirarnir samstarva um ráðlegging, peninganýtslu, innovatión, marknaðarføring og samskifti. Saknur er á einum meira skipaðum samstarvi millum uttanríkispolitik, innanríkispolitik og millum ymsu partarnar í samfelagnum sum mentan, list, ítrótt, privata geiran, útflutning, útbúgving, ferðavinna, fíggjargeiran og miðlar. Simon Anholt mælir til, at ferðavinnan gerst spjótoddurin í okkara tjóðarbranding. Her hava vit møguleikan at stinga høvdið upp úr fjøldini. Vit eru kappingarfør og hava nógv at bjóða, fyrst og fremst eina framúrskarandi náttúru. Neyðugt er, at føroyski myndugleikin fær til vega eina ferðavinnuætlan, ið m.a. vísir á raðfestingar yvir longri og styttri tíðarskeið. Arbeiðið skal staðfesta, hvør málbólkurin er og lýsa hann. Vit skulu finna fram til hvørja nisju innan ferðavinnu vit vilja seta fokus á, t.d. verður tilmælt, at Føroyar skulu gerast ráðstevnu- og útbúgvingarland. Harumframt verður tilmælt at seta á stovn ta tilbúgving t.d. “high level Tourism Forum” skipanir og mannagongdir, sum skal tryggja, at menning av “vøruni” og boðskapurin um vøruna kemur út í heim. Tá talan er um at velja marknaðir fyri føroyskar vørur og marknaðarføring av ferðavinnu, er neyðugt at hyggja eftir, hvørja vitan og fatan marknaðirnir hava av Føroyum. Nógvir marknaðir eru serstakliga avbjóðandi, tí tað kann verða trupult og dýrt at sleppa framat og fáa fólk at leggja merki til okkum. Tí leggur Simon Anholt upp til, at vit brúka tað, hann kallar “undanbrekka fyrst” (downhill first), og leggja dent á marknaðir, har vit kunnu gera okkum galdandi fyri lutfalsliga fáar pengar. Hvussu lýsa vit Føroyar Vit skulu siga, at vit eru partur av Skandinavia. Skandinavia er uttan iva eitt tað sterkasta og mest virda tjóðarbrandið í heiminum. Tað ímyndar javnrættindi, modernitet, rættvísi, virðing fyri umhvørvinum, álit, fólkaræði og dugnasemi. Um eitt land verður viðurkent sum skandinaviskt, verður tað í hugaheiminum hjá fólki knýtt beinleiðis at hesum jaligu eyðkennum. Harumframt mælir Simon Anholt til, at vit skulu kalla okkum “Faroe Islands” heldur enn “Faroes”. “Faroe Islands” lýsir, at vit eru eitt oyggjasamfelag. Tað er eksotiskt, og henda merkingin verður eisini nýtt á øðrum málum t.d. á týskum “Die Färöer Inseln” og á fronskum “les îles Fèroè.” Sum høvuðshugmynd fyri at lýsa Føroyar og føroyskar vørur, leggur Simon Anholt upp til, at vit nýta orðingar sum “freshness”og “Fresh from the Faroe Islands”. Tað vil siga, at vit leggja dent á tað feska og fríska í Føroyum – vørurnar, veðrið, hugsunarháttin o.s.fr. Føroyar kunnu verða eitt gott boð uppá Shangri-La. Men heldur enn at verða eitt stað, har fólk liggja og rembast í sólini ella lurta eftir eysturlendskari heimspeki, eru Føroyar eitt frískt stað, har fólk fara fyri at savna megi, uppliva nakað og stimbrast av frísku náttúruni og fríska veðurlagnum. Tó fyri at samanhangur er millum orð og gerð krevst, at vit eisini finna umhvørvisvinarligar loysnir og minka um oljuinnflutningin og CO2-útlátið. 3/5 Uttanríkisráðið Framferðarháttur – Skipanir og bygnaður Faces of the Faroe Islands – føroysk andlitini Fjølmiðlar vilja hava eina søgu um menniskju. Ein skjótur háttur at vekja áhuga í umheiminum er at marknaðarføra einstaklingar, ítróttarfólk, listafólk og tónleikarar. Tey kunnu vera virðismiklir óformligir ambassadørar fyri landið. Nógvu føroyingarnir í útlegd í Danmark og aðrastaðni kunnu vera eitt gott tilfeingi í hesum høpi. Magnetin Talan er um eind, ið hevur til uppgávu at føra einstaklingar, ið hava serlig evni/hegni inn í marknaðarføringsskipanina. Hendan eindin skal eggja einstaklingum til at stremba eftir at menna seg hegnisliga – tað kann vera á ymiskum mótum alt frá tónleiki ella aðrari listagrein til ítrótt og vinnulív ella okkurt serliga fakligt hegni. Talan er um at skanna landið fyri gávurík fólk og ‘head-hunta’ tey. Hesi fólkini kunnu gerast “føroysk andlit” sum nevnt omanfyri. (Simon Anholt hevur á fundi nevnt, at Føroyar áttu at stovnað eina skipan við heiðursmerkjum eins og riddarakrossar, men á ein meira strategiskan og kreativan hátt – t.d. kundi eitt slag verið til yngri talentir, ið eru á veg uppeftir fyri at eggja teimum til, meðan eitt meira siðbundið heiðursmerki kundi verið fyri meiri roynd og tilkomin fólk, sum viðurkenning fyri serlig avrik ella týdningarmiklar leiklutir og virðismikil álitisstørv). The Ideas Factory – Hugskotsverkstaðurin Hugskotsverkstaðurin fær gávuríkar einstaklingar og áhugaverdar verkætlanir frá Magnetini og metir, um tey hava nóg góð evni at gera seg galdandi uttan fyri landoddarnar o.s.fr. Her verða hugskot gjørd til ítøkiligar ætlanir fyri at seta Føroyar á heimskortið. Eindin skal verða mannað við fakfólki. Hon skal hava á leið sama leiklut sum tann skapandi eindin í eini lýsingafyritøku. Eindin skal fyriskipa regluligar fundir millum røttu fólkini í vinnulívinum, almennu fyrisitingini og frá borgarunum í samfelagnum (felagsskapir o.a.). Á fundunum skal bæði viðgerast hugskot frá Hugskotsverkstaðinum og hugskot um serlig talent, verkætlanir og onkuntíð eisini sterkar symbolskar atgerðir. (T.d. kundi tær 300 mió. kr. sum vórðu læntar til Íslands herfyri verið ein slík symbolsk atgerð, ið vísir umheiminum okkurt jaligt um Føroyar – í tí førinum t.d. bæði, at vit eru ein vinarlig og hjálpsom tjóð, men eisini at vit eru betri fyri fíggjarliga enn grannalondini! Tað er ein greiður, hóast óbeinleiðis, háttur at fáa ein sterkan og jaligan boðskap út). The Support Unit – Stuðulseindin Hendan eindin skal veita ymiskan stuðul til tess at gera hugskot og ætlanir til veruleika. Alt frá ráðgeving, t.d. løgfrøðiliga ella marknaðarliga, til peningaligan stuðul. Peningaligur stuðul kann eisini merkja, at eindin hjálpir við sambondum til fíggjarstovnar og onnur. Eindin skal eisini hava sambond uttanlands, ið kunnu verða til hjálpar við ráðgeving, netverkum, fígging o.a. 4/5 Uttanríkisráðið The Media Centre – Miðlaeindin Hóast høvuðsendamálið við at menna kappingarsamleikan er at menna veruliga innihaldið í tí, sum vit vilja marknaðarføra, er Miðlaeindin týdningarmikil fyri samskiftið við umheimin. Miðlaeindin skal skanna fjølmiðlarnar í áhugaverdum marknaðum hjá Føroyum fyri jaligar og neiligar søgur um Føroyar. Gera mótátøk til neiliga umtalu og gera styðjandi átøk til jaliga umtalu. Eindin skal standa fyri okkara PR virksemi úteftir og fáa útlendsk tíðindafólk til Føroya at hugsa jaligt um landið og fólkið her. Neyðugt er ikki at skipa eina nýggja skrivstovu ella umsiting til endamálið. Tað ræður um at nýta tey fólk og teir bygnaðir, ið longu eru her, á ein meira miðvísan og strategiskan hátt. Avbjóðingar og forðingar Ivi kann verða um, hvørt føroyingar eru førir fyri at lyfta hesa megnaruppgávu í verki og at halda á við tí í nóg langa tíð. Her ræður um at duga at nýta tað bland av sterkari individualismu øðrumegin og samanhaldi hinumegin, ið bæði eru til staðar í føroysku mentanini. Eisini av hesi orsøk er neyðugt, at bæði embætisfólk, vinnulívsfólk og einstaklingar í mentanarlívinum og ymsum áhugafelagsskapum samstarva um tjóðarbrandingina. Samanumtikið er neyðugt, at vit í fleiri ár megna at halda okkum til eina søgu um Føroyar, og at tað er samanhangur millum, hvat vit siga okkum vera, og hvat vit gera. Føroyar tørva 3 eginleikar til tess at røkka úrslitum: Dirvi, hugflog og áhaldni. 5/5