Ættartal Jesu. Ættarbók Jesu Krists, Dávids sonar, Ábrahams sonar. Ábraham átti Ísak; og Ísakur átti Jákup; og Jákup átti Júda og brøður hansara; og Júda átti Peres og Sera við Támar; og Peres átti Hesron; og Hesron átti Rám; og Rám átti Amminadab; og Amminadab átti Náhson; og Náhson átti Salmon; og Salmon átti Bóas við Ráhab; og Bóas átti Óbed við Rut; og Óbed átti Ísai; og Ísai átti Dávid kong; og Dávid kongur átti Sálomon við konu Uriasar; og Sálomon átti Róboam; og Róboam átti Ábia; og Ábia átti Ása; og Ása átti Jósafat; og Jósafat átti Jóram; og Jóram átti Ussia; og Ussia átti Jótam; og Jótam átti Ákas; og Ákas átti Esekia; og Esekia átti Manasse; og Manasse átti Ámon; og Ámon átti Jósia; og Jósia átti Jekonja og brøður hansara um tað mundið, tá ið fólkið fór í útlegd til Bábylon. Men eftir útlegdina í Bábylon átti Jekonja Sealtiel; og Sealtiel átti Serubábel; og Serubábel átti Ábiud; og Ábiud átti Eljakim; og Eljakim átti Ásor; og Ásor átti Sádok; og Sádok átti Ákim; og Ákim átti Eluid; og Eliud átti Eleasar; og Eleasar átti Mattan; og Mattan átti Jákup; og Jákup átti Jósef, mann Mariu; og av henni varð Jesus, ið nevnist Kristus, borin í heim. Soleiðis eru allir ættarliðirnir frá Ábrahami til Dávids fjúrtan ættarliðir; og frá Dávidi til útlegdina í Bábylon fjúrtan ættarliðir, og frá útlegdini í Bábylon til Krists fjúrtan ættarliðir. Føðing Jesu og navn. Men við føðing Jesu Krists gekk tað soleiðis til: Tá ið Maria, móðir hansara, var trúlovað Jósefi, so kendist tað á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn av hinum heilaga anda. Men við tað at Jósef, maður hennara, var ein rættvísur maður og ikki vildi gera hana opinberliga til skammar, ætlaði hann í loyndum at skilja seg frá henni. Men meðan hann hugsaði um hetta, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri honum og segði: »Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí at tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda. Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.« Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: »Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel«; tað merkir: »Guð við okkum.« Men tá ið Jósef vaknaði upp úr svøvni, gjørdi hann, soleiðis sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók konu sína til sín. Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus.. Vísmenninir. Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: »Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.« Men tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann óttafullur og øll Jerúsalem við honum; og hann sendi boð eftir øllum høvuðsprestum og skriftlærdum monnum fólksins og spurdi teir, hvar Kristus átti at verða føddur. Og teir søgdu honum: »Í Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum: »Og tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.« Tá rópaði Heródes vísmenninar til sín á loynum og spurdi teir gjølla um tíðina, tá ið stjørnan var komin til sjóndar; og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: »Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað.« Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. Og av tí at teir í dreymi høvdu fingið eina ávaring frá Guði um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, tóku teir eina aðra leið heim aftur til land sítt. Flýggjan til Egyptalands. Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: »Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.« Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: »Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.« Barnadrápið í Betlehem. Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum. Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: Jesus í Nasaret. »Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur.« Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði: »Statt upp og tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka barnið av lívi.« Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands. Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar. Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eitur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi kallast Nasareari.. Jóhannes doyparin. Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu, og hann sigur: »Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.« Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: »Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.« Men hesin sami Jóhannes hevði klæði síni av kamelhárum og eitt leðurbelti um lendar sínar; og føði hansara var grashoppur og villur hunangur. Tá fóru tey út til hansara, Jerúsalem og øll Júdea og alt landið íkring Jórdan; og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar. Men tá ið hann sá mangar av Farisearum og Saddukearum koma til dóps hjá sær, segði hann við teir: »Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini? Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: Vit hava Ábraham til faðir; tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum. Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin. Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi. Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni, og hann skal tína allan sodn sín; kornið skal hann goyma saman í løðuna, men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.« Jesu dópur. Tá kemur Jesus úr Galileu til Jórdans til Jóhannesar at verða doyptur av honum. Men Jóhannes vildi forða honum og segði: »Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!« Men Jesus svaraði og segði við hann: »Lat tær nú eftirlíka, tí at soleiðis sømir tað okkum at gera alt tað, ið rætt er.« Tá eftirlíkaði hann honum. Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí, himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guðs anda fara niður sum eina dúgvu og koma yvir hann. Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: »Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.«. Djevulin freistar Jesus. Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum. Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans. Og freistarin kom til hansara og segði við hann: »Um tú ert sonur Guðs, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.« Men hann svaraði og segði: »Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.« Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann: »Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: »Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.« Jesus segði við hann: »Uppaftur stendur skrivað: »Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.«« Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: »Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.« Tá sigur Jesus við hann: »Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum. Jesus til Galileu, búsetist í Kapernaum. Men tá ið Jesus hevði fingið at frætta, at Jóhannes var givin upp í fígginda hendur, fór hann avstað burtur til Galileu. Og hann flutti úr Nasaret og kom og búsettist í Kapernaum, ið er við vatnið í Sebulons og Naftalis landslutum, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: »Sebulons land og land Naftalis fram við vatninum, landið hinumegin Jórdan, Galilea heidninganna, fólkið, ið sat í myrkri, hevur sæð eitt stórt ljós, og teimum, ið sótu í landi og skugga deyðans, er ljós upp runnið.« Jesus byrjar at prædika. Eftir ta tíð tók Jesus at prædika og siga: »Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!« Jesus kallar 4 lærusveinar. Sum hann nú gekk fram við vatninum í Galileu, sá hann tveir brøður, Símun, ið nevnist Pætur, og Andrias, bróður hansara, ið fingust við at seta gørn í vatnið, tí at teir vóru fiskimenn. Og hann sigur við teir: »Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!« Og alt fyri eitt fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. Og sum hann gekk longur fram haðani, sá hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara; teir vóru á báti saman við Sebedeusi, faðir teirra, og bøttu gørn síni. Og hann kallaði teir. Og teir fóru við tað sama frá báti og faðir sínum og fylgdu honum. Jesus prædikar og grøðir. Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. Og tíðindi um hann gingu um alt Sýriuland. Og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt og vóru fongd av ymsum sjúkdómum og meinum, bæði tey, ið vóru plágað av illum andum, og mánasjúk og lamin, og hann grøddi tey. Og stórar mannamúgvur fylgdu honum úr Galileu og Dekapolis og Jerúsalem og Júdeu og úr bygdunum handan fyri Jórdan.. Inngangur. Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti: Sæl eru .... »Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum. Lærusveinarnir salt og ljós. Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni. Jesus og lógin. Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur í himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur í himmiríki. Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið. 5. og 6. boð. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: »Tú mást ikki sláa í hel; men hvør tann, ið slær í hel, skal verða sekur fyri dóminum.« Men eg sigi tykkum, at hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum; og hvør, ið sigur við bróður sín: Raka (t.e. armingi), skal verða sekur fyri ráðinum; og hvør, ið sigur: More (t.e. dári), skal verða sekur til helvitis eld. Um tú tí bert fram gávu tína á altarið, og tað har kemur tær í huga, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, so lat gávu tína verða liggjandi har framman fyri altarinum og far fyrst avstað og verð samdur við bróður tín og kom síðan og ber fram gávu tína. Ver skjótur til sættis við mótstøðumann tín, meðan tú ert enn við honum á leið, fyri ta søk at ikki mótstøðumaðurin skal lata teg til dómarans og dómarin til sveinsins og tú verða koyrdur í fangahús. Sanniliga sigi eg tær: Ikki skalt tú sleppa út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað títt seinasta oyra. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Tú mást ikki dríva hor.« Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. Men um høgra eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær, tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt verður kastað í helviti. Og um høgra hond tín freistar teg, tá høgg hana av og kasta hana frá tær; tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt fer til helvitis. Boð um hjúnabandsskilnað. So hevur tað verið sagt: »Hvør tann, ið skilst við konu sína, skal geva henni eitt skilnaðarbræv.« Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst, við konu sína, uttan fyri hors sakir, veldur, at hon drívur hor; og hvør tann, ið giftist við eini fráskildari konu, drívur hor. Boð um tað at svørja. Uppaftur hava tit hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: »Tú mást ikki svørja rangan eið; men tú skalt halda Harranum eiðir tínar.« Men eg sigi tykkum, at tit als ikki eiga at svørja; hvørki við himmalin, tí at hann er hásæti Guðs, ella við jørðina, tí at hon er fótskør hansara; ikki heldur við Jerúsalem, tí at hon er staður hins mikla kongs; ikki heldur mást tú svørja við høvur títt, tí at tú kanst ikki gera eitt hár hvítt ella svart. Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei; men tað, ið kemur út um hetta, er av tí illa. Boð um tað at muna aftur. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.« Men eg sigi tykkum, at tit mega ikki seta tykkum ímóti tí illa; men um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eisini; og um onkur vil hava sakarmál við teg og taka kyrtil tín, lat hann eisini fáa kappan; og um onkur noyðir teg at ganga eina míl við sær, gakk tvær við honum. Gev tí, ið biður teg, og vend tær ikki frá tí, ið vil læna frá tær. Boð um at elska fíggindar sínar. Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.« Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís. Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað; Gera ikki eisini tollarar tað sama? Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við? Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.. Olmussa. Varið tykkum, at tit ikki útinna rættvísi tykkara fyri mannaeygum, til tess at verða sædd av teimum; annars hava tit ikki løn hjá faðir tykkara, sum er í himlunum. Tá ið tú letur olmussu, tá skalt tú ikki blása í lúður framman undan tær, eins og falsararnir gera í samkomuhúsunum og á gøtunum, til tess at teir kunnu fáa heiður av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tá ið tú letur olmussu, tá lat ikki vinstru hond tína vita, hvat høgra hond tín ger, at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær. Bøn. Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína. Verið tí ikki teimum líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara. Føsta. Men tá ið tit halda føstu, tá skulu tit ikki vera daprir í andlitsskapi eins og falsararnir; tí at teir avskapa andlit sítt, til tess at teir kunnu vísa seg fastandi fyri monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína. Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær. Vandin við ríkidømi. Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið! Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon. Stúrið ikki!. Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni? Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu? Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í? Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt. Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.. Dømið ikki. Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált. Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: »Bíða, lat meg taka flísina út úr eyga tínum!« og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga! Tín falsari! Drag fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum. Ikki perlur fyri svín. Gevið ikki hundum tað, ið heilagt er, og blakið ikki heldur perlur tykkara fyri svín, at tey ikki skulu traðka tær niður undir fótunum og venda sær við og skræða tykkum sundur. Bøn og fyrijáttan. Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann!. Hin gylta reglan. Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Vegurin til lívs. Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. Ávaring móti svikaprofetum.. Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir. Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir. Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin. Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra. Ikki hvør tann, ið sigur til mín: »Harri, harri,« skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum. Mangir munnu siga við meg á hinum degi: »Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?« Og tá skal eg siga teimum beint út: »Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.« Hini tvey húsini. Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.« Endi. Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesar talur sínar, tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara; tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.. Jesus grøðir spitalskan mann. Men tá ið hann gekk oman av fjallinum, fylgdu honum stórar mannamúgvur. Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: »Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.« Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: »Eg vil, verð reinur!« Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. Og Jesus sigur við hann: »Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum frá hesum; men far avstað og sýn teg fyri presti, og ber fram ta gávu, sum Móses hevur ásett, til ein vitnisburð fyri teimum.« Drongur herhøvdingans. Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði: »Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.« Hann sigur við hann: »Eg skal koma og gera hann frískan.« Men herhøvdingin svaraði og segði: »Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur. Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: »Far!« so fer hann; og við ein annan: »Kom!« so kemur hann; og við húskall mín: »Ger hetta!« so ger hann tað.« Tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann og segði við tey, ið fylgdust við honum: »Sanniliga sigi eg tykkum, ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv. Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki; men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.« Og Jesus segði við herhøvdingan: »Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!« Og drongurin varð frískur í somu stund. Vermóðir Pæturs og onnur vórðu grødd. Og tá ið Jesus kom inn við hús hjá Pæturi, sá hann vermóður hansara liggja sjúka av hitasótt. Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum. Men tá ið komið var at kvøldi, bóru tey til hansara mong, ið vóru plágað av illum andum; og hann rak út andarnar við einum orði; og øllum teimum, ið høvdu ilt, hjálpti hann, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: »Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann.« Tveir, ið vilja fylgja Jesusi. Men tá ið Jesus sá stórar mannamúgvur rundan um seg, beyð hann, at teir skuldu fara yvir um hinumegin. Og har kom fram ein skriftlærdur og segði við hann: »Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.« Og Jesus sigur við hann: »Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.« Og ein annar av lærusveinunum segði við hann: »Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.« Men Jesus segði við hann: »Fylg tú mær, og lat tey deyðu jarða síni deyðu!« Jesus blíðkar illveðrið á sjónum. Og tá ið hann steig í bátin, fylgdu honum lærusveinar hansara. Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav. Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: »Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!« Og hann sigur við teir: »Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!« So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn. Men menninir undraðust og søgdu: »Hvør maður er hetta, at bæði vindur og veður eru honum lýðin?« Jesus hjá Gadarenum. Og tá ið hann var komin yvir um hinumegin í bygdalagið hjá Gadarenum, møttu honum tveir menn við illum andum; teir komu út úr gravarhellunum, ógvuliga ólátaðir, so at eingin kundi sleppa fram tann vegin. Og sí, teir rópaðu og søgdu: »Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs? Ert tú komin higar, áðrenn tíðin er, at pína okkum?« Men langt frá teimum var eitt svínafylgi, sum gekk á biti. Men teir illu andarnir bóðu hann og søgdu: »Um tú rekur okkum út, so lat okkum fara í svínafylgið!« Og hann segði við teir: »Farið!« Men teir fóru út og fóru í svínini; og sí, alt fylgið tusti oman av hamrinum í vatnið og druknaði í vatninum. Men hirðarnir rýmdu og fóru inn í bygdina og søgdu frá øllum, eisini, hvussu monnunum við teimum illu andunum hevði gingist. Og sí, øll bygdin fór út ímóti Jesusi, og tá ið tey sóu hann, bóðu tey hann fara burtur úr bygdaløgum teirra.. Ein giktsjúkur. Og hann steig inn í bátin og fór yvirum og kom til sína egnu bygd. Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: »Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.« Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: »Hesin maðurin spottar Guð.« Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: »Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? Tí hvat er lættari at siga: »Syndir tínar eru tær fyrigivnar,« ella at siga. »Statt upp og gakk?« Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir« – tá sigur hann við hin giktsjúka: – »Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!« Og hann stóð upp og fór heim til sín sjálvs. Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald. Matteus kjósaður til lærusvein. Og í tí Jesus fór haðani og gekk longur fram, sá hann ein mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina; og hann sigur við hann: »Fylg mær!« Og hann stóð upp og fylgdi honum. Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara. Og tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærusveinar hansara: »Hví etur meistari tykkara saman við tollarum og syndarum?« Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: »Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt. Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: »Miskunn mær líkar, og ikki offur.« Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.« Um føstu. Tá komu til hansara lærusveinar Jóhannesar og søgdu: »Hví halda vit og Fariseararnir stranga føstu, men lærusveinar tínir halda ikki føstu?« Og Jesus segði við teir: »Kunnu brúðmenninir syrgja, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Men teir dagar munnu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta. Eingin setir eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; tí at bótin skræðir meir burtur úr klæðunum, og holið verður verri. Ikki heldur lata menn nýtt vín upp í gamlar leðurfløskur; annars spreingjast leðurfløskurnar, og vínið fer til spillis, og fløskurnar forfarast; men menn lata nýtt vín upp í nýggjar leðurfløskur, og tá goymast báðir partar.« Dóttir Jairi og konan við blóðsótt. Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: »Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.« Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara. Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: »Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.« Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: »Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.« Og konan varð frísk frá teirri somu stund. Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann: »Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!« Og tey læðu at honum. Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp. Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir. Tveir blindir og ein við illum anda. Og tá ið Jesus fór avstað aftur haðani, gingu tveir blindir menn aftan á honum og rópaðu og søgdu: »Miskunna okkum, Dávids sonur!« Men tá ið hann var komin heim til húsa, komu teir blindu til hansara; og Jesus sigur við teir: »Trúgva tit, at eg kann gera hetta?« Teir siga við hann: »Ja, Harri!« So nam hann við eygu teirra og segði: »So verði tykkum eftir trúgv tykkara!« Og eygu teirra opnaðust. Og Jesus legði teimum ríkan við og segði: »Síggið til, at eingin fær hetta at vita.« Men teir fóru avstað og søgdu tíðindi um hann í øllum bygdunum har um vegir. Men tá ið teir vóru farnir avstað, sí, tá førdu tey til hansara ein dumman mann, sum hevði ein illan anda. Og tá ið hin illi andin var rikin út, talaði hin dummi. Og mannamúgvurnar undraðust á hetta og søgdu: »Ongantíð hevur tílíkt sæst í Ísrael.« Men Fariseararnir søgdu: »Hann rekur út illar andar við høvdinga hinna illu andanna.« Jesusi tykir synd í fólkinum. Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. Tá sigur hann við lærusveinar sínar: »Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.«. Tólv lærusveinar sendir út. Og hann kallaði til sín teir tólv lærusveinar sínar og gav teimum vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men hesi eru nøvnini á teimum tólv ápostlunum: Fyrstur Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara, og Jákup, sonur Sebedeusar, og Jóhannes, bróðir hansara. Filippus og Bartolomeus, Tummas og Matteus, tollarin, Jákup, sonur Alfeusar, og Taddeus; Símun Kánanearin og Judas Iskarjot, hin sami, ið sveik hann. Skulu bert fara til Jødar, ymsar forskriftir. Hesar tólv sendi Jesus út, beyð teimum og segði við teir: »Gangið ikki á heidna manna leiðum, og farið ikki inn í nakra bygd hjá Sámáriumonnum; men farið heldur til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi. Og á ferðum tykkara skulu tit prædika og siga: »Himmiríkið er í nánd.« Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar. Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað. Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara, heldur ikki klæðsekk til ferðina ella tvinni klæði ella skógvar ella stav, tí at arbeiðismaðurin er føði sína verdur. Men í hvørjum staði ella hvørjari bygd, sum tit koma í, har skulu tit fregnast um, hvør ið har er, ið er tess verdur, og dvøljist har, inntil tit fara avstað aftur. Og tá ið tit koma inn í eitt hús, tá heilsið tí; og er húsið tess verdugt, tá komi friður tykkara yvir tað; men er tað tess ikki verdugt, tá vendi friður tykkara aftur til tykkara sjálvs. Og um onkur ikki vil taka ímóti tykkum og ikki heldur lýða á orð tykkara, tá farið út úr tí húsi og teirri bygd og ristið dustið burtur undan fótum tykkara. Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd. Teir skulu verða forfylgdir. Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur. Men varið tykkum fyri menniskjum, tí at tey skulu føra tykkum til dómstevnur, og í samkomuhúsum sínum skulu tey húðfleingja tykkum. Og fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mínar sakir til ein vitnisburð fyri teimum og fyri heidningunum. Men tá ið tey geva tykkum upp, so stúrið ikki fyri, hvussu ella hvat tit eiga at tala; tí at tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit eiga at tala. Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum. Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp ímóti foreldrum sínum og taka tey av døgum. Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. Men tá ið tey søkja at tykkum í eini bygd, so flytið í eina aðra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, tit skulu ikki verða lidnir við bygdirnar í Ísrael, áðrenn menniskjusonurin kemur. Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum. Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara. Men tó hava gott treysti. Óttist tí ikki fyri teimum; tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum. Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti. Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar. Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Jesus komin at elva stríð. Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara; og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir. Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí. Løn. Tann, ið fagnar tykkum, fagnar mær; og tann, ið mær fagnar, fagnar honum, ið meg sendi. Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.«. Jóhannes doyparin sendir boð til Jesu, Jesus vitnar um hann. Og tað hendi, tá ið Jesus var liðugur við at geva teimum tólv lærusveinum boð, tá fór hann haðani at læra og prædika í bygdum teirra. Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann: »Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?« Og Jesus svaraði og segði við teir: »Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja: Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin. Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.« Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: »Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum. Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: »Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.« Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heim; men hin minsti í himmiríki er størri enn hann. Men frá døgum Jóhannesar doyparans og til nú verður himmiríkið tikið við valdi, og valdsmenn skræða tað til sín. Tí at allir profetarnir og lógin hava profeterað, líka til Jóhannes kom; og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri! Fólkið tvørlynt. Men hvat skal eg líkna hesa ætt við? Hon er lík børnum, ið sita á torgunum og rópa til leikbørn síni og siga: »Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit eymkaðu tykkum.« Tí at Jóhannes kom, og hvørki át ella drakk, og tey siga: »Hann hevur ein illan anda.« Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: »Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.« Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum sínum.« Veiróp. Tá tók hann at skamma tær bygdirnar út, har sum tær flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí at tær ikki høvdu vent um. »Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, ið eru gjørdar í tykkum, verið gjørdar í Týrus og Sidon, tá høvdu tær longu vent um í sekk og øsku. Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Týrus og Sidon frægari á dómadegi enn tykkum. Og tú, Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag. Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.« Lov til Guðs fyri frelsuna. Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: »Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum! Ja, faðir, tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkaði best! Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann. Komið til mín .... Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.«. Jesus og hvíludagurin. Um tað mundið gekk Jesus um hvíludagin tvørtur um ein akur; men lærusveinar hansara kendu svongd, og teir fóru at slíta sær øks at eta. Men tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við hann: »Sí, lærusveinar tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera ein hvíludag.« Men hann segði við teir: »Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hungraði, og teir, ið við honum vóru? Hvussu hann fór inn í Guðs hús og át sýnisbreyðini, sum hvørki hann ella teir, ið við honum vóru, áttu at eta, men eina prestarnir? Ella hava tit ikki lisið í lógbókini, at um hvíludagin bróta prestarnir halguna í halgidóminum, og eru tó ósekir. Men eg sigi tykkum, at her er tað, ið hevur meir at týða enn halgidómurin. Men um tit høvdu vitað, hvat tað vil siga: »Mær er meir um miskunn enn um offur,« tá mundu tit ikki hava dømt teir, ið sakleysir eru. Tí at menniskjusonurin er hvíludagsins harri.« Maður við visnari hond. Og hann fór burtur haðani og kom inn í samkomuhús teirra. Og sí, har var ein maður, ið hevði eina visna hond; og teir spurdu hann og søgdu: »Er tað loyviligt at grøða nakran um hvíludagin?« – fyri at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. Men hann segði við teir: »Hvør er tann maður tykkara millum, sum eigur ein seyð, og hann um hvíludagin dettur í eina grøv, at hann so ikki fer eftir honum og dregur hann uppúr? Hvussu nógv meir er nú ikki maður verdur enn ein seyður? Tí er tað loyviligt at gera væl um hvíludagin.« So sigur hann við mannin: »Rætt hondina fram!« Og hann rætti hana fram, og hon varð frísk aftur sum hin. Men Fariseararnir fóru út og hildu ráð saman móti honum, hvussu teir kundu fáa hann av døgum. Mildi Jesu. Men tá ið Jesus fekk hetta at vita, fór hann burtur haðani. Og mong fylgdu honum, og hann grøddi tey øll; og hann legði teimum ríkan við ikki at gera hann kunnan, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur: »Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær; hin elskaði mín, sum sál mín hevur yndi til! Eg vil lata anda mín koma yvir hann, og heidningunum skal hann kunngera rætt. Ikki skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum. Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. Og til navns hansara skulu heidningar seta sína vón.« Jesus lagdur undir at hava samfelag við Beelsebul. Tá varð førdur til hansara ein maður við einum illum anda, og hann var blindur og dummur; og hann grøddi hann, so at tann dummi talaði og sá. Og allar mannamúgvurnar stóðu bilsnar og søgdu: »Man hetta ikki vera Dávidssonurin?« Men tá ið Fariseararnir hoyrdu tað, søgdu teir: »Hesin maður rekur ikki út illar andar uttan við Beelsebul, høvdinga teirra illu andanna.« Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: »Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við. Og um Sátan rekur út Sátan, tá er hann komin í ósemju við sjálvan seg, og hvussu kann ríki hansara tá standa við? Og um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara sjálvs teir út? Teir skulu tí verða dómarar tykkara. Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum. Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara. Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur. Spottan móti andanum. Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi. Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast. Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum. Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.« Tekin Jónasar. Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: »Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.« Men hann svaraði og segði við teir: »Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum. Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas! Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! Tá ið hin óreini andin vendir aftur. Men tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, flakkar hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu, men finnur hana ikki. So sigur hann: »Eg vil venda aftur til hús mítt, sum eg fór úr.« Og tá ið hann kemur, finnur hann tað tómt, sópað og prýtt. Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum eru verri enn hann sjálvur; og teir fara inn og seta búgv har, og hitt seinna hjá tí menniskjuni verður verri enn hitt fyrra. Soleiðis man eisini fara at gangast hesi óndu slekt.« Jesu rætta skyldfólk. Meðan hann enn talaði til mannamúgvurnar, sí, tá stóðu móðir hansara og brøður hansara fyri uttan og royndu at fáa hann í tal. Og onkur segði við hann: »Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.« Men hann svaraði og segði við tann, ið segði honum tað: »Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?« Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: »Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir! Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.«. Líknilsið um sáðmannin. Sama dagin fór Jesus frá húsum og setti seg niðri við vatnið. Og stórar mannamúgvur komu saman um hann, so at hann fór út í ein bát og settist har; og øll mannamúgvan stóð á strondini. Og hann talaði mangt til teirra í líknilsum og segði: »Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. Og í tí hann sáaði, fell sumt fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold; og tað nældi skjótt, av tí at har var ikki djúplent. Men tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Men sumt fell millum tornir, og tornirnir runnu upp og køvdu tað. Men sumt fell í góða jørð, og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri.« Hví Jesus talar í líknilsum. Og lærusveinarnir komu til hansara og søgdu við hann: »Hví talar tú til teirra í líknilsum?« Men hann svaraði og segði: »Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál himmiríkisins, men teimum er tað ikki givið. Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur. Av teirri grund tali eg til teirra í líknilsum, tí at tey, tó at tey síggja, ikki síggja, og tó at tey hoyra, ikki hoyra, ei heldur fata. Og teimum viðvíkjandi verður tað sannað, ið Jesaja profeteraði, tá ið hann sigur: »Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum, og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.« Men sæl eru eygu tykkara, tí at tey síggja, og oyru tykkara, tí at tey hoyra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, at mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, ið tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, ið tit hoyra, og hoyrdu tað ikki. Líknilsið um sáðmannin. So lýðið nú tit á líknilsið um sáðmannin: Tá ið onkur hoyrir orðið um ríkið, og ikki fatar tað, tá kemur hin óndi og slítur tað burtur, ið var sáað í hjarta hansara. Hesin er tað, ið var sáað fram við veginum. Men tað, ið var sáað í gaddajørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og tekur við tí við gleði við tað sama. Men hann hevur ikki rót í sær, og heldur bert á eina tíð; og kemur so trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, tá tekur hann sær alt fyri eitt meinboga av tí. Og tað, ið var sáað millum tornir, tað er tann, ið hoyrir orðið, og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð køva orðið, og tað verður fruktaleyst. Og tað, ið var sáað í góða jørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og so ber ávøkst og gevur av sær, ein hundraðfalt, annar sekstifalt og annar tríatifalt.« Illgresið í hveitiakrinum. Hann flutti fram eitt annað líknilsi fyri teir og segði: »Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. Men meðan fólkini svóvu, kom óvinur hansara og sáaði illgresi upp í hveitina og fór so avstað. Men tá ið sáðið vaks upp, og akurin var aksaskotin, tá kom eisini illgresið til sjóndar. Og húskallar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: »Harri, sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgresið?« Men hann segði við teir: »Hetta hevur ein illviljaður maður gjørt.« Men húskallarnir siga við hann: »Vilt tú tá, at vit skulu fara at lúka tað burtur?« Men hann segði: »Nei, fyri at tit, tá ið tit royta illgresið burtur, ikki skulu slíta hveitina upp við.« Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystadegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Hentið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men berið hveitina inn í løðu mína.« Sinopskornið. Eitt annað líknilsi setti hann fram fyri teir og segði: »Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. Tað er væl minni enn øll onnur frækorn; men tá ið tað veksur upp, verður tað størri enn urtirnar og verður eitt træ, so at himmalsins fuglar koma og byggja reiður í greinunum á tí.« Súrdeiggið. Eitt annað líknilsi talaði hann til teirra: »Himmiríkið er líkt einum súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.« Profetaorð um líknilsistalu. Hetta alt talaði Jesus til mannamúgvurnar í líknilsum, og uttan líknilsi talaði hann einki til teirra, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetinum, ið sigur: »Eg vil lata munn mín upp í líknilsum, eg vil orðleiða tað, ið fjalt hevur verið frá upphavi veraldarinnar.« Illgresið í hveitiakrinum. So fór hann frá mannamúgvunum og kom heim til húsa. Og lærusveinar hansara komu til hansara og søgdu: »Grein fyri okkum líknilsið um illgresið í kornveltuni.« Men hann svaraði og segði: »Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er menniskjusonurin; og veltan er heimurin; og hitt góða sáðið tað eru børn ríkisins, men illgresið, tað eru børn hins ónda; Og óvinurin, ið sáaði tað, er djevulin; men heystið er veraldar endi, og akurskurðarmenninir eru einglar. Sum nú illgresið verður hentað saman og brent í eldi, soleiðis skal eisini verða við veraldar enda. Menniskjusonurin skal senda út einglar sínar, og teir skulu henta saman úr ríki hansara alt, ið er til meinboga, og øll, ið gera órætt, og kasta tey í eldovnin; har skal verða grátur og tannagrísl. Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri! Dýrgripurin. Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina. Perlan. Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana. Nótin. Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl. Fataðu tit hetta alt?« Teir siga við hann: »Ja.« Men hann segði við teir: »Tess vegna er ein og hvør skriftlærdur, sum er vorðin lærusveinur í himmiríki, líkur einum húsbónda, ið tekur fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt.« Jesus vrakaður í Nasaret. Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi líknilsi, tá fór hann avstað haðani. Og hann kom til heimbygd sína og lærdi tey í samkomuhúsi teirra, so at tey gjørdust stórliga bilsin og søgdu: »Hvaðani hevur hann slíkan vísdóm og slíkar kraftargerðir? Er hetta ikki sonur træsmiðarins? Eitur ikki móðir hansara Maria, og brøður hansara Jákup og Jósef og Símun og Judas? Og systrar hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum? Hvaðani hevur hann tá alt hetta?« Og tey tóku sær ilt av honum. Men Jesus segði við tey: »Ikki er ein profetur vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og í sínum egna húsi.« Og hann gjørdi ikki har mangar kraftargerðir vegna vantrúgv teirra.. Jóhannes doyparin tikin av lívi. Um hetta mundið frætti Heródes fjórðingshøvdingin tíðindini um Jesus; og hann segði við sveinar sínar: »Hatta er Jóhannes doyparin; hann er risin upp frá deyðum, og tí virka krefturnar í honum.« Tí at Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara. Tí at Jóhannes segði við hann: »Tað er tær ikki loyvt at eiga hana.« Og hann hevði størsta hugin til at drepa hann; men hann óttaðist fyri fólki, tí at tey hildu hann fyri ein profet. Men tá ið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródiasar fyri teimum, og Heródesi líktist væl á hana; og hann svór henni tí dýran eið, at hann vildi geva henni, hvat hon so hevði hugin á. Og eggjað av móður síni sigur hon: »Gev mær higar høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.« Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni. Og hann sendi boð og læt hálshøgga Jóhannes í fangahúsinum. Og varð komið við høvdi hansara á einum fati, og tað varð fingið gentuni, og hon bar móður síni tað. Og lærusveinar hansara komu og tóku líkið og jarðaðu tað; og teir komu og søgdu Jesusi frá. Jesus mettar 5000. Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan; men tá ið mannamúgvurnar fingu at vita av hesum, fóru tær aftan á hann til gongu úr bygdunum. Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: »Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.« Men Jesus segði við teir: »Teimum nýtist ikki at fara avstað. Gevið tit teimum at eta.« Men teir siga við hann: »Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar.« Men hann segði: »Fáið mær tað higar.« Og hann bað mannamúgvurnar seta seg niður í grasið, og hann tók tey fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini sundur og gav lærusveinunum tey, og lærusveinarnir góvu fólkunum tey. Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops. Men tey, ið etið høvdu, vóru um fimm túsund menn, umframt konur og børn. Jesus gongur eftir vatninum. Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: »Hatta er eitt spøkilsi.« Og teir rópaðu av ræðslu. Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: »Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!« Men Pætur svaraði honum og segði: »Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.« Men hann segði: »Kom!« Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: »Harri, bjarga mær!« Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: »Fátrúni maður, hví ivaðist tú?« Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: »Sanniliga ert tú sonur Guðs!« Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret. Jesus grøðir mong. Og av tí at fólk har á staðnum kendu hann, sendu tey boð allar staðir har um vegir, og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt. Og tey bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.. Reint og óreint. Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: »Hví bróta lærusveinar tínir gamlan fedranna sið? Tí at teir tváa sær ikki um hendurnar, tá ið teir fáa sær at eta.« Men hann svaraði og segði við teir: »Hví bróta eisini tit Guðs boð fyri siðir tykkara? Tí at Guð hevur boðið og sagt: »Æra faðir tín og móður tína« og »tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.« Men tit siga: »Tann, ið sigur við faðir sín ella móður sína: »Hetta, sum tú kundi havt hjálp í av mær, skal vera ein tempulgáva,« honum nýtist ikki at æra faðir sín ella móður sína.« Og soleiðis hava tit avtikið Guðs lóg fyri siðir tykkara. Tykkara falsarar! Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tá ið hann segði: »Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.« Og hann kallaði mannamúgvurnar til sín og segði við tær: »Hoyrið og fatið! Ikki tað, ið fer inn í munnin, ger menniskjuna óreina; men tað, ið fer út úr munninum, tað ger menniskjuna óreina.« Tá komu lærusveinarnir til hansara og søgdu við hann: »Veitst tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av tí, tá ið teir hoyrdu hesa talu?« Men hann svaraði og segði: »Ein og hvør vøkstur, sum himmalski faðir mín ikki hevur sett niður, skal verða slitin upp við rót. Leggið tit einki í teir! Blindir leiðvísarar eru teir fyri blindum; men tá ið blindur leiðir blindan, tá falla teir báðir í veitina.« Men Pætur tók til orða og segði: »Grein okkum hetta líknilsi!« Men hann segði: »Eru tit við so skilaleysir enn? Skilja tit ikki, at alt tað, ið fer inn í munnin, fer í magan og fer út har, sum tað eigur at fara? Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina. Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina; men at fáa sær at eta við ótváaðum hondum, tað ger ikki menniskjuna óreina.« Hin kánaneiska konan. Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon. Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: »Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.« Men hann ønti henni ikki aftur. Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: »Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum.« Men hann svaraði og segði: »Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.« Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: »Harri, hjálp mær!« Men hann svaraði og segði: »Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.« Men hon segði: »Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.« Tá svaraði Jesus og segði við hana: »Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!« Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund. Mong verða grødd. Og Jesus fór burtur haðani og kom at vatninum í Galileu; og hann gekk niðan á fjallið og settist har. Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey; so at mannamúgvurnar undraðust, tá ið tey sóu, at tey dummu talaðu, kryplar vórðu heilskapaðir og lamin gingu og blind sóu. Og tey lovaðu Ísraels Guði. 4000 fáa mat. Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: »Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.« Og lærusveinarnir siga við hann: »Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta eina slíka mannamúgvu?« Og Jesus sigur við teir: »Hvussu mong breyð hava tit?« Men teir søgdu: »Sjey, og nakrar fáar smáfiskar.« Og hann beyð mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar og takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinunum, og lærusveinarnir góvu mannamúgvuni. Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett; og tað, ið varð til avlops av molum, hentaðu teir upp í sjey fullar tægur. Men tey, ið ótu, vóru fýra túsund menn, umframt konur og børn. Og hann læt mannamúgvurnar fara avstað, og fór tá inn í bátin og kom til bygdaløgini við Magadan.. Krav um tekin av himni. Og Fariseararnir og Saddukeararnir komu fram og freistaðu hann og bóðu hann um at sýna teimum eitt tekin av himni. Men hann svaraði og segði við teir: »Um kvøldið siga tit: Tað verður ein góðveðursdagur, tí at roðin stendur á luftini; og um morgunin: Tað verður ein illveðursdagur í dag, tí at luftin er reydlig og dimm. Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða. Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin; men annað tekin skal ikki verða henni givið enn tekin Jónasar.« Og hann vendi sær frá teimum og fór avstað. Súrdeiggj Farisearanna .... Og tá ið lærusveinarnir komu yvir um hinumegin, høvdu teir gloymt at taka breyð við sær. Men Jesus segði við teir: »Verið ansnir! Varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!« Men teir hugsaðu við sær sjálvum og søgdu: »Tað er tí, at vit ikki hava tikið breyð við okkum.« Men tá ið Jesus varð varur við hetta, segði hann: »Tykkara fátrúnu menn! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um tað, at tit ikki hava breyð við? Skilja tit ikki enn? Ella minnast tit ikki hini fimm breyðini til tey fimm túsund, og hvussu mangar tægur tit tá hentaðu uppí? Heldur ikki hini sjey breyðini til tey fýra túsund, og hvussu mangar tægur tit tá fingu uppí? Hvussu ber tað tá til, at tit ikki fata, at tað ikki var um breyð, eg talaði við tykkum? Men varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!« Tá skiltu teir, at hann ikki hevði sagt, at teir skuldu vara seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna. Kristusjáttan Pæturs. Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: »Hvønn siga menn menniskjusonin vera?« Men teir søgdu: »Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.« Hann sigur við teir: »Men tit, hvønn siga tit meg vera?« Tá mælti Símun Pætur og segði: »Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.« Men Jesus svaraði og segði við hann: »Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum. Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.« Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus. Jesus talar á fyrsta sinni um líðing sína. Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum og segði: »Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!« Men hann vendi sær á og segði við Pætur: »Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.« Jesus talar um at fylgja sær. Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: »Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara! Sanniliga sigi eg tykkum, at nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja menniskjusonin koma í ríki sínum.«. Jesus umbroytist á fjallinum. Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall. Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann. Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: »Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.« Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: »Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!« Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: »Reisið tykkum upp og óttist ikki!« Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: »Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum.« Jesus talar um Jóhannes doyparan sum Elia. Og lærusveinarnir spurdu hann og søgdu: »Hvat er tað tá, ið teir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?« Men hann svaraði teimum og segði: »Væl kemur Elia og skal føra alt aftur í lag; men eg sigi tykkum, at Elia er longu komin, og teir kendu hann ikki, men gjørdu við hann tað, ið teir vildu. Á sama hátt skal eisini menniskjusonurin líða ilt av teimum.« Tá skiltu lærusveinarnir, at hann talaði til teirra um Jóhannes doyparan. Hin mánasjúki. Og tá ið teir komu til mannamúgvuna, kom ein maður ímóti honum og fell á knæ fyri honum og segði: »Harri, miskunna syni mínum, tí at hann er mánasjúkur og er ógvuliga ringur; tíðum fellur hann í eld og tíðum í vatn. Og eg leiddi hann higar til lærusveinar tínar; men teir vóru ikki mentir at geva honum heilsubót.« Men Jesus svaraði og segði: »O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Leiðið mær hann higar!« Og Jesus talaði strangliga til hansara, og hin illi andin fór út úr honum, og drongurin varð frískur frá teirri somu stund. Tá komu lærusveinarnir til Jesus einsæris og søgdu: »Hví kundu vit ikki reka hann út?« Men hann segði við teir: »Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: »Flyt teg hiðani og hagar,« og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. [Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu«]. Jesus talar á øðrum sinni um líðing sína. Men meðan teir ferðaðust um í Galileu, segði Jesus við teir: »Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur; og tey skulu drepa hann, men á triðja degi skal hann rísa upp aftur.« Og teir vórðu heilt sorgarbundnir. Tempulskatturin. Men tá ið teir vóru komnir til Kapernaum, komu teir menn, ið kravdu inn tempulskattin, til Pæturs og søgdu: »Letur meistari tykkara ikki skattin?« Hann sigur: »Jú.« Og tá ið hann var komin inn heima við hús, bar Jesus fyrr upp á mál og segði: »Hvat tykir tær, Símun? Av hvørjum taka heimsins kongar toll ella skatt? Av sonum sínum ella av fremmandum?« Og tá ið hann segði: »Av fremmandum,« segði Jesus við hann: »So eru synirnir fríir tá. Men fyri at teir ikki skulu taka sær ilt av okkum, so far oman á vatn og kasta ein ongul út og tak tann fyrsta fiskin, sum á kemur; og tá ið tú letur munnin sundur á honum, skalt tú finna ein stater. Tak hann og gev teimum hann fyri meg og teg.«. Hvør størstur er. Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: »Hvør er tá størstur í himmiríki?« Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. Og tann, ið tekur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær. Um meinboga fyri teimum smáu. Men tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa havið. Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini, vei tí manni, sum meinbogin kemur frá! Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helvitis eldin. Um at vanvirða tey. Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. [Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.] Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta? Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur. Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast. Bróðir tín, ið syndar. Men um bróðir tín syndar, tá far til hansara og hav at honum tykkara millum, meðan tit báðir eru tveir einir. Hoyrir hann teg, tá hevur tú vunnið bróður tín. Men hoyrir hann teg ikki, tá tak eina ferð enn ein ella tveir við tær, til tess at »hvør søk skal standa føst eftir munni av tveimum ella trimum vitnum.« Men er hann óhoyriligur ímóti teimum, tá ber tað fram fyri kirkjuliðið; men er hann eisini óhoyriligur ímóti kirkjuliðinum, tá skal hann vera tær eins og heidningur og tollari. Sanniliga sigi eg tykkum: Tað, sum tit binda á jørð, skal vera bundið í himli; og tað, sum tit loysa á jørð, skal vera loyst í himli. Uppaftur sigi eg tykkum: Um tveir av tykkum eru samsintir á jørðini um at biðja um okkurt, hvør søk tað so man vera, tá skal tað verða teimum givið av faðir mínum, sum er í himlunum. Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.« Hin skuldabundni tænarin. Tá steig Pætur fram og segði við hann: »Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?« Jesus sigur við hann: »Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir. Tess vegna er himmiríkið at líkna við ein kong, sum vildi halda roknskap við tænarum sínum. Og tá ið hann fór at gera upp, tá varð førdur fram til hansara ein, ið skyldaði honum tíggju túsund talentir. Men tá ið hann einki átti at rinda skuldina við, beyð kongurin at selja hann og konuna og børnini og alt tað, ið hann átti, og at skuldin skuldi verða rindað. Tá legði tænarin seg niður á knæ fyri honum og bønaði hann og segði: »Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt samalt aftur!« Og harranum at hesum tænara tóktist hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. Men tá ið hesin tænarin fór út aftur, hitti hann ein av lagsmonnum sínum, sum skyldaði honum hundrað denarar; og hann legði hond á hann, tók um kvørkrarnar á honum og segði: »Rinda mær tað, sum tú skyldar!« Tá fell hesin lagsmaður hansara honum til fóta og bønaði hann og segði: »Hav tol við mær, og eg skal rinda tær tað!« Men hann vildi ikki, men fór og kastaði hann í fangahús, inntil hann kundi rinda tað, ið hann skyldaði. Tá ið nú lagsmenn hansara sóu, hvat ið hent var, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá øllum tilganginum. Tá sendir harri hansara boð eftir honum og sigur við hann: »Tín óndi tænari! Alla hina skuldina gav eg tær eftir, tí at tú baðst meg. Sømdi tað nú ikki eisini tær at vera miskunnsamur ímóti lagsmanni tínum, líka so væl sum eg var miskunnsamur ímóti tær? Og harri hansara varð vreiður og gav hann upp í bøðilshendur, inntil hann kundi fáa rindað aftur alt tað, ið hann skyldaði. Soleiðis skal eisini himmalski faðir mín gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum.«. Jesus fer úr Galileu. Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi orð, tá fór hann avstað úr Galileu og kom til bygdaløgini í Júdeu, hinumegin Jórdan. Og stórar mannamúgvur fylgdu honum, og hann grøddi tey har. Jesus talar um hjúnabandsskilnað. Og Fariseararnir komu til hansara og freistaðu hann og søgdu: »Er tað loyviligt at skiljast við konu sína, av hvørji grund tað so er?« Men hann svaraði og segði: »Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, og segði: »Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?« So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Guð tí hevur samankomið, má maður ikki sundur skilja.« Teir siga við hann: »Hví gav tá Móses boð um at lata hana fáa eitt skilnaðarbræv og skiljast við hana?« Hann sigur við teir: »Vegna hjartans harðleika tykkara eftirlíkaði Móses tykkum at skiljast við konur tykkara; men frá upphavi hevur tað ikki verið so. Men eg sigi tykkum, at tann, ið skilst við konu sína, fyri hors sakir undantikið, og giftist við eini aðrari, hann drívur hor. Lærusveinarnir siga við hann: »Eru mansins viðurskifti við konuna soleiðis vorðin, tá er ikki gott at giftast.« Men hann segði við teir: »Ikki øll fata hetta orðið; men bert tey, sum tað er givið. Tí at tað eru geldingar til, ið soleiðis eru føddir úr móðurlívi; og tað eru geldingar til, ið eru geldir av monnum, og tað eru geldingar til, ið hava gelt seg sjálvar fyri himmiríkis sakir. Tann, ið er mentur at fata hetta, hann fati tað!« Jesus vælsignar smábørnini. Tá vórðu smábørn borin til hansara, at hann skuldi leggja hendur sínar á tey og halda bøn; men lærusveinarnir høvdu at teimum. Men Jesus segði: »Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.« Og hann legði hendurnar á tey og fór so avstað haðani. Hin ríki unglingin. Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: »Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?« Men hann segði við hann: »Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.« Hann sigur við hann: »Hvørji?« Men Jesus segði: »Hetta: tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína, og: tú skalt elska næsta tín eins og sjálvan teg.« Unglingin sigur við hann: »Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?« Jesus segði við hann: »Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. Men Jesus segði við lærusveinar sínar: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.« Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur?« Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.« Lønin. Tá tók Pætur til orða og segði við hann: »Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær. Hvat verður tá okkara lutur?« Men Jesus segði við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum, at tit, ið hava fylgt mær, skulu í endurføðingini, tá ið menniskjusonurin setist í dýrdarhásæti sítt, eisini sita í tólv hásætum og døma Ísraels tólv ættir. Og hvør tann, sum er farin frá brøðrum ella systrum ella faðir ella móður [ella konu] ella børnum ella jørðum ella húsum fyri navns míns sakir, skal fáa tað aftur mangar ferðir og arva eitt ævigt lív. Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.«. Bønarmenninir í víngarðinum. Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín. Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum. Og hann segði við teir: »Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.« Og teir fóru. Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama. Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: »Hví standa tit her allan dagin fyri einki?« Teir siga við hann: »Tí at eingin hevur leigað okkum.« Hann sigur við teir: »Farið tit við út í víngarðin.« Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: »Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.« Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør. Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør. Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri: »Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.« Men hann svaraði og segði við ein teirra: »Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar? Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg. Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður? Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld«]. Jesus talar á 3. sinni um líðing sína. Og meðan Jesus var á ferð niðan til Jerúsalem, tók hann teir tólv lærusveinarnar einsæris og segði við teir á leiðini: »Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og menniskjusonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða; og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur.« Sebedeussynirnir biðja um heiðurssess. Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað. Men hann segði við hana: »Hvat vilt tú?« Hon sigur við hann: »Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!« Men Jesus svaraði og segði: »Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?« Teir siga við hann: »Tað kunnu vit.« Hann sigur við teir: »Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.« Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar. Men Jesus kallaði teir til sín og segði: »Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð. Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara. Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.« Tveir blindir við vegin. Og tá ið teir fóru út úr Jeriko, fylgdi honum ein stór mannamúgva. Og sí, har sótu tveir blindir menn við vegin, og tá ið teir hoyrdu, at Jesus fór framvið, rópaðu teir og søgdu: »Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!« Men mannamúgvan hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir rópaðu hvaðna harðari og søgdu: »Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!« Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: »Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?« Teir siga við hann: »Harri, at eygu okkara mega verða latin upp.« Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.. Jesus ríður inn í Jerúsalem. Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir: »Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar. Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.« Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: »Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.« Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey. Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin. Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: »Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!« Og tá ið hann kom inn í Jerúsalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: »Hvør er hetta?« Men mannamúgvurnar søgdu: »Hetta er Jesus, profeturin úr Nasaret í Galileu.« Jesus ruddar halgidómin. Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.« Og har komu blind og lamin til hansara í halgidóminum, og hann grøddi tey. Men tá ið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu hesar undurgerðirnar, sum hann gjørdi, og børnini, sum rópaðu í halgidóminum og søgdu: »Hosianna, Dávids sonur!« tá harmaðust teir og søgdu við hann: »Hoyrir tú, hvat hesi siga?« Men Jesus sigur við teir: »Ja, hava tit onga tíð lisið hetta: »Av smábarna og bróstabarna munni hevur tú lovsong tær lagað!« « Og hann fór frá teimum og gekk út um staðin, til Betániu, og gisti har um náttina. Bølbiður fikutræið. Men tá ið hann um morgunin fór inn aftur í staðin, kendi hann sær svongd. Og av tí at hann sá eitt fikutræ við vegin, gekk hann at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. Og hann sigur við tað: »Onga tíð á ævini komi frukt av tær meira!« Og í stundini følnaði fikutræið. Og tá ið lærusveinarnir sóu tað, undraðust teir og søgdu: »Hvussu bar tað til, at fikutræið følnaði so skjótt?« Men Jesus svaraði og segði við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum, um tit hava trúgv og ikki ivast, tá skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; men um tit so siga við hetta fjallið: »Lyft teg upp og kasta teg í havið!« tá skal tað verða so. Og alt tað, sum tit biðja um í bønini við trúgv, tað skulu tit fáa.« Ráðið spyr um vald Jesusar, Jesus svarar. Og tá ið hann var komin inn í halgidómin, tá komu til hansara, meðan hann lærdi, høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins og søgdu: »Hvat vald hevur tú til at gera hetta? Og hvør hevur givið tær hetta valdið?« Men Jesus svaraði teimum og segði: »Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; um tit svara mær upp á hann, so vil eg eisini siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann? Frá himni ella frá monnum?« Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: »Siga vit: »Frá himni,« so man hann siga við okkum: »Hví trúðu tit honum tá ikki?« Men siga vit: »Frá monnum,« so mega vit óttast fyri mannfjøldini, tí at tey halda øll Jóhannes fyri ein profet.« Og teir svaraðu Jesusi og søgdu: »Vit vita ikki.« Tá segði eisini hann við teir: »So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta. Líknilsið um tveir synir. Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: »Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.« Men hann svaraði og segði: »Nei, eg vil ikki.« Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað. So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: »Jú, tað skal eg, harri;« men hann fór tó ikki. Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?« Teir siga: »Hin fyrri.« Jesus sigur við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum. Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar. Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum. Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum. Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir. Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir. Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: »Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!« Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: »Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!« Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?« Teir siga við hann: »Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.« Jesus sigur við teir: »Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: »Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?« Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir. Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.« Og tá ið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi hansara, skildu teir, at hann talaði um teir. Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir óttaðust fyri mannamúgvuni, tí at fólk hildu hann fyri ein profet.. Líknilsi: Brúdleyp hjá kongssyni. Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði: »Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum. Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma. Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: »Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!« Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín; og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir. Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra. Tínæst sigur hann við sveinar sínar: »Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd. Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.« Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum. Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. Og hann sigur við hann: »Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?« Men hann tagdi. Tá segði kongurin við sveinarnar: »Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl! Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.« Skattapeningurin. Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum. Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: »Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun. Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?« Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: »Tykkara falsarar! Hví freista tit meg? Sýnið mær skattapeningin!« Men teir fingu honum ein denar. Og Jesus sigur við teir: »Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?« Teir siga: »Keisarans.« Tá sigur hann við teir: »Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!« Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað. Saddukearar spyrja um uppreisn. Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu: »Meistari, Móses segði: »Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.« Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg. Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. Seinast av øllum doyði konan. Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.« Men Jesus svaraði og segði við teir: »Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt. Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum. Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur: »Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?« Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.« « Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara. Hitt stóra boðið í lógini. Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: »Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?« Men hann segði við hann: » »Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!« Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.« Jesus spyr um Messias. Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: »Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?« Teir siga við hann: »Dávids.« Hann sigur við teir: »Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: »Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!« Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?« Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.. Jesu vei-róp yvir skriftlærdar og Farisearar. Tá talaði Jesus til mannamúgvurnar og lærusveinar sínar og segði: »Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fariseararnir. Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki. Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. Og allar gerðir sínar gera teir, til tess at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um duskarnar; og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum og at verða heilsaðir á torgum og at verða kallaðir rabbi av monnum. Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. Og ongan á jørðini skulu tit kalla faðir tykkara; tí at ein er faðir tykkara, hann, sum er í himlunum. Ei heldur skulu tit lata tey kalla tykkum leiðbeinarar; tí at ein er leiðbeinari tykkara, Kristus. Tann, ið er størstur av tykkum, skal vera tænari tykkara. Men hvør tann, ið setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og hvør tann, ið setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt. Men vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit lata himmiríkið aftur fyri monnum; tí at sjálvir ganga tit ikki har inn, og teimum, ið búgvast inn at ganga, geva tit ei heldur loyvi at koma inn. [Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.] Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit ferðast um til sjós og til lands fyri at vinna ein trúarfelaga; og tá ið hann er vorðin tað, tá gera tit eitt helvitis barn úr honum, tvær ferðirnar verri enn tit eru tað sjálvir. Vei tykkum, blindir leiðbeinarar! Tit siga: »Um onkur svør við templið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gullið í templinum, hann er sekur.« Tykkara býttlingar og blindu! Hvat er mætari, gullið ella templið, ið halgar gullið? Og: »Um onkur svør við altarið, tá sakar tað einki; men tann, ið svør við gávuna, sum er á tí, hann er sekur.« Tit blindu! Hvat er mætari, gávan ella altarið, ið halgar gávuna? Tann, sum tí svør við altarið, hann svør við tað og við alt, sum á tí er. Og tann, ið svør við templið, hann svør við tað og við hann, sum í tí býr. Og tann, ið svør við himmalin, hann svør við hásæti Guðs og við hann, sum í tí situr. Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit tíggjunda myntu og dild og kumman, og leggja tað eftir, ið vegur meira í lógini, rættferð og miskunn og trúskap. Hetta átti at verið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt. Tykkara blindu vegleiðarar! Tit, ið síla mýggjabitið frá, men gloypa kamelinum! Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit reinsa bikarið og fatið uttan; men innan eru tey full av ráni og óhógvi. Tín blindi Fariseari! Reinsa fyrst bikarið og fatið innan, til tess at tey eisini kunnu verða rein uttan. Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit líkjast kálkaðum grøvum, sum síggja vakrar út uttan; men eru fullar innan av deydningabeinum og allari óreinsku. Soleiðis síggja tit eisini rættvísir út uttan fyri monnum; men innan eru tit fullir av falsi og órætti. Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit byggja upp gravir profetanna og prýða leiði teirra rættvísu og siga: »Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, tá skuldu vit ikki verið í felagi við teimum um blóð profetanna.« Soleiðis geva tit tykkum sjálvum tann vitnisburð, at tit eru synir teirra, ið drópu profetarnar. Fyllið tá eisini tit málið hjá fedrum tykkara! Tykkara eiturormar! Tykkara drekaungar! Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi? Dómsorð yvir Jerúsalem. Tess vegna, sí, eg sendi til tykkara profetar og vísar og skriftlærdar; summar av teimum skulu tit taka av lívi og krossfesta, og summar av teimum skulu tit húðfleingja í samkomuhúsum tykkara, og tit skulu elta teir úr bygd í bygd; til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars. Sanniliga sigi eg tykkum: alt hetta skal koma yvir hesa ætt. Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Sí, oyðið skal hús tykkara leivast tykkum. Tí at eg sigi tykkum: Tit skulu frá hesi stund ongalunda síggja meg, fyrr enn tit siga: »Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!« «. Jesus boðar oyðing Jerúsalems og afturkomu sína. Og Jesus fór út og gekk burtur frá halgidóminum; og lærusveinar hansara komu til hansara at vísa honum bygningar halgidómsins. Men hann tók til orða og segði við teir: »Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.« Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: »Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?« Og Jesus svaraði og segði við teir: »Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: »Eg eri Kristus,« og teir skulu villleiða mong. Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn. Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld. Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan. Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong: og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma. Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara; og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum! Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða. Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir. Um onkur tá sigur við tykkum: »Sí, her er Kristus!« ella: »har er hann,« tá skulu tit ikki trúgva tí. Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. Um tey tí siga við tykkum: »Sí, hann er í oyðimørkini,« tá farið ikki út hagar; »sí, hann er í kømurunum,« tá trúgvið tí ikki. Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða. Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd. Og hann skal senda út einglar sínar við hvøllum lúðri, og teir skulu savna saman tey útvaldu hansara úr teimum fýra ættunum, frá einum enda á himlinum at øðrum. Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd. Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum. Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent. Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur. Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. Tá skulu tveir menn vera staddir úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður eftir. Tvær konur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður eftir. Vakið tí. Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur! Men tað skilja tit, at um húsbóndin hevði vitað, í hvørji økt um náttina tjóvurin kom, tá hevði hann vakt og ikki latið verið innbrot í hús síni. Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir; tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð? Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at. Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum. Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: »Húsbóndi mín bíðar við at koma;« og hann so fer at sláa lagsmenn sínar, og etur og drekkur í felagi við drykkjumonnum, tá skal húsbóndin hjá hesum húskalli koma á tí degi, sum hann ikki væntar, og í tí tíma, sum hann ikki veit av; og hann skal høgga hann sundur og lata hann fáa part saman við falsarunum; har skal verða grátur og tannagrísl.. Hinar 10 moyggjarnar. Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum. Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar. Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnátt kom róp í: »Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!« Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til. Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: »Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.« Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: »Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.« Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur. Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: »Harri, harri, lat okkum upp!« Men hann svaraði og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.« Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman! Talentirnar. Tí at tað er rætt sum ein maður, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur; og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum. Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær. Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum. Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir. Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: »Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.« Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: »Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.« Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: »Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!« Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: »Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi! Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu. Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana. Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur. Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!« Dómur heimsins. Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum, og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin. Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: »Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.« Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: »Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?« Og kongurin skal svara og siga við tey: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.« Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: »Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviliga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu meg ikki; eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki.« Tá munnu eisini tey svara og siga: »Harri, nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan, ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?« Tá skal hann svara teimum og siga: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær.« Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.«. Jesus boðar á 3. sinni líðing sína. Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað allar hesar talurnar, tá segði hann við lærusveinar sínar: »Tit vita, at um tveir dagar koma páskirnar, og tá verður menniskjusonurin givin upp at verða krossfestur.« Deyði hans avráddur í ráðnum. Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman í borgini hjá høvuðsprestinum; hann æt Kaifas. Og teir hildu ráð saman um at grípa Jesus við listum og taka hann av døgum. Men teir søgdu: »Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreist í fólkinum.« Jesus salvaður í Betániu. Men tá ið Jesus var komin til Betániu og var inni við hús hjá Símuni spitalska, tá kom ein kvinna fram til hansara við eini alabastur-krukku við sera dýrabarari salvu og helti hana út yvir høvur hansara, sum hann sat til borðs. Men tá ið lærusveinarnir sóu hetta, ilskaðust teir og søgdu: »Hvat skal henda burturspillan til? Tí at hetta kundi verið selt fyri nógvar pengar og givið fátækum.« Men tá ið Jesus varð varur við tað, segði hann við teir: »Hví gera tit kvinnuni ónáðir? Tí at hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. Fátæk hava tit altíð hjá tykkum: men meg hava tit ikki altíð. Tí at tá ið hon helti hesa salvuna út yvir likam mítt, gjørdi hon tað til tess at búgva um meg til jarðarferðina. Sanniliga sigi eg tykkum, at hvar sum helst um allan heimin hesin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.« Svikaráð Judasar. Tá fór ein av teimum tólv, hann, ið var nevndur Judas Iskarjot, til høvuðsprestarnar og segði: »Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?« Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e. silvurdálar). Og eftir ta løtu royndi hann at finna eina lagaliga stund til at svíkja hann. Páskamáltíðin. Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: »Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?« Men hann segði: »Farið inn í staðin til tann mannin, tit vita, og sigið við hann: »Meistarin sigur: Mín tími er í nánd; hjá tær vil eg halda páskir saman við lærusveinum mínum.«« Og lærusveinarnir gjørdu, sum Jesus bað teir, og teir gjørdu páskalambið til. Men tá ið kvøldið var komið, settist hann til borðs saman við teimum tólv lærusveinunum. Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: »Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.« Og teir vórðu ógvuliga harmfullir og fóru at siga við hann hvør fyri seg: »Harri, tað man tá ikki vera eg?« Men hann svaraði og segði: »Tann, ið dyppaði hondina í fatið við mær, hann fer at svíkja meg. Satt er tað, at menniskjusonurin fer burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av! Betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur.« Men Judas, ið sveik hann, tók til orða og segði: »Tað man tá ikki vera eg, rabbi?« Hann sigur við hann: »Nú segði tú tað sjálvur.« Kvøldmáltíðin innsett. Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: »Takið, etið; hetta er likam mítt.« Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: »Drekkið allir úr honum; tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna. Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.« Avnoktan Pæturs boðað. Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið. Tá sigur Jesus við teir: »Allir munnu tit í hesi nátt fáa meinboga av mær. Tí at skrivað stendur: »Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.« Men aftaná at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.« Men Pætur tók til orða og segði við hann: »Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.« Jesus segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.« Pætur sigur við hann: »Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.« Sama søgdu eisini allir lærusveinarnir. Getsemane. Tá kemur Jesus við teimum í ein urtagarð, sum eitur Getsemane, og hann sigur við lærusveinarnar: »Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.« Og hann tók Pætur og teir báðar synir Sebedeusar við sær, og hann gjørdist syrgin og tók so sára at kvíða. Tá sigur hann við teir: »Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið við mær!« Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: »Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!« Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: »So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær! Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.« Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: »Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!« Og hann kom og hitti teir uppaftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni. Og hann fór frá teimum, gekk uppaftur avstað og bað triðju ferð og segði aftur tey somu orðini. Hann kemur tá aftur til lærusveinarnar og sigur við teir: »Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd.« Jesus tikin á hondum. Og meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og fólksins elstu. Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: »Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann.« Og alt fyri eitt gekk hann fram at Jesusi og segði: »Heilur og sælur, rabbi!« og kysti hann. Men Jesus segði við hann: »Vinur mín, hví ert tú higar komin?« Tá gingu teir at, løgdu hendur á Jesus og tóku hann. Og sí, ein teirra, sum vóru við Jesusi, rætti hondina út og dró svørð sítt, og hann høgdi til tænara høvuðsprestsins og hjó oyrað av honum. Tá sigur Jesus við hann: »Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði. Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar? Hvussu skuldu tá skriftirnar ganga út, at tað eigur so at verða?« Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: »Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga havi eg sitið í halgidóminum og lært, og tit tóku meg ikki. Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.« Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu. Jesus frammi fyri Kaifasi. Men teir, ið høvdu tikið Jesus, førdu hann til Kaifas, høvuðsprestin, har sum hinir skriftlærdu og hinir elstu vóru saman komnir. Men Pætur fylgdi honum langt aftaná líka at borgargarðinum hjá høvuðsprestinum, og hann fór innum og settist niður hjá sveinunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða. Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu: »Hesin maðurin hevur sagt: »Eg eri mentur at bróta Guðs tempul niður og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.«« Og høvuðspresturin reistist og segði við hann: »Svarar tú einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?« Men Jesus tagdi. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann: »Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs.« Jesus sigur við hann: »Tú segði tað sjálvur. Men eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.« Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: »Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina. Hvat halda tit?« Men teir svaraðu og søgdu: »Hann er sekur til deyða.« Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan og søgdu: »Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?« Avnoktan Pæturs. Men meðan sat Pætur fyri uttan í borgargarðinum. Og ein arbeiðiskona kom yvir til hansara og segði: »Tú vart eisini við Jesusi Galileinginum.« Men hann noktaði fyri tí, so allir hoyrdu, og segði: »Eg veit ikki, hvat tú sigur.« Men tá ið hann var farin út í forgarðin, sá ein onnur arbeiðiskona hann; og hon sigur við teir, ið har vóru: »Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.« Og hann noktaði uppaftur fyri tí við einum eiði: »Eg kenni ikki tann mannin.« Men eina løtu seinni komu teir at, ið har stóðu, og søgdu við Pætur: »Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum.« Tá tók hann at banna og svørja: »Eg kenni ikki tann mannin.« Og í tí sama gól hanin. Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: »Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.« Og hann fór útum og græt sárliga.. Jesus fyri Pilatusi. Men tá ið morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins samráð saman ímóti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi. Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan. Deyði Judasar. Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: »Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.« Men teir søgdu: »Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!« Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: »Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar.« Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman, keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar. Tí hevur henda jørðin verið kallað blóðjørðin til dagin í dag. Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: »Og teir tóku teir tríati silvurdálarnar; virðið, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn; og teir lótu teir fyri pottamakara-jørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.« Jesus í forhoyr, Jesus og Barabbas. Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: »Ert tú kongur Jødanna?« Men Jesus segði: »Tú sigur tað sjálvur.« Og meðan hann varð klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki. Tá sigur Pilatus við hann: »Hoyrir tú ikki, hvussu nógv teir vitna ímóti tær?« Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so at landshøvdingin undraðist stórliga. Men um hátíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu. Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndan Barabbas. Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: »Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, ið kallast Kristus?« Tí at hann visti, at tað var av øvund, at teir høvdu givið hann upp til hansara. Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: »Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.« Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas og um, at Jesus skuldi verða tikin av lívi. Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: »Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan!« Men tey søgdu: »Barabbas!« Pilatus sigur við tey: »Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?« Tey siga øll: »Lat hann verða krossfestan!« Men hann segði: »Hvat ilt hevur hann tá gjørt?« Men tey rópaðu bert hvaðna harðari og søgdu: »Lat hann verða krossfestan!« Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: »Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!« Og alt fólkið svaraði og segði: »Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!« Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan. Tornakrýningin. Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla manningina uttan um hann. Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann; og teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið og góvu honum ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og søgdu: »Heilur og sælur, tú, Jøda kongur!« Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum. Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann. Krossfestingin. Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara. Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður, góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka. Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: »Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.«]. Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum. Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna. Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin. Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: »Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!« Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu: »Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: »Eg eri sonur Guðs.«« Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum. Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma. Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: »Eli, eli, lama sabaktani?« Tað er: »Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?« Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: »Hann rópar eftir Elia.« Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka. Men hinir søgdu: »Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.« Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan. Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: »Sanniliga var hesin sonur Guðs!« Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum. Gravlagdur. Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi. Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. Og Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði, og legði tað í ta nýggju grøv sína, sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað. Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini. Vakt yvir grøvini. Men dagin eftir, sum er dagurin aftan á atfangadagin, komu høvuðsprestarnir og Fariseararnir saman hjá Pilatusi og søgdu: »Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: »Um tríggjar dagar rísi eg upp.« Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: »Hann er risin upp frá deyðum;« og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.« Pilatus segði við teir: »Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best.« Og teir fóru avstað og settu góða vakt við grøvina við vaktarmonnunum; aftan á at teir høvdu sett innsigli á steinin.. Jesu uppreisn. Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: »Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: »Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!« Sí, eg havi sagt tykkum tað.« Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. Tá segði Jesus við tær: »Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.« Gravarvaktin tekur við mutri. Men meðan tær vóru á leiðini hagar, sí, tá komu nakrir av vaktarmonnunum inn í staðin og søgdu høvuðsprestunum frá øllum tí, ið til hevði borist. Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi og søgdu: »Sigið: »Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu.« Og um so verður, at landshøvdingin fær hetta at frætta, so skulu vit tala hann til sættis og halda tykkum sakleysar.« Men teir tóku peningarnar og gjørdu sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi eru komin út millum Jødanna líka til dagin í dag. Skilnaður og dópsboð. Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu. Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust. Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.«