Stuðulsstovnarnir í Norðurlondum hava havt ráðstevnu í Føroyum í døgunum 11 Stuðulsstovnarnir í Norðurlondum hava havt ráðstevnu í Føroyum í døgunum 11 Terji á Lakjuni 2019-08-06Mentamálaráðið Ov fá lesandi koma heim aftur eftir loknan lestur. Stuðulsstovnarnir í Norðurlondum hava havt ráðstevnu í Føroyum í døgunum 11. – 13. juni. M.a. vóru fleiri framløgur við støði í norðurlendskari granskingarætlan um gagnvirði av hægri lesnaði. Talan er um somu kanning, ið er gjørd í Noregi, Finlandi, Íslandi og Føroyum. Sama spurnarblað við umleið 90 spurningum varð sent lesandi úr hesum londum. Londini hava staðið fyri síni egnu kanning, og eru tað úrslitini hjá teimum einstøku londunum, ið varð framløgd á ráðstevnuni. Ætlanin er at gera samanberingar millum londini í eini felags frágreiðing í vetur, har bæði Danmark og Svøríki eisini verða við. Jacob Mouritz Olsen, lesandi við Ålborg Universitetcenter, hevur staðið fyri tí føroysku kanningini, sum Stuðulsstovnurin hevur tikið stig til, og StatoilHydro í Føroyum hevur fíggjað. Framløguna hjá Jacob Mouritz Olsen á ráðstevnuni kann heintast her. Hevur tú áhuga í at fáa meira at vita um føroysku kanningina, er møguligt at venda tær til Stuðulsstovnin um hálvan august, tá føroyska kanningin verður tøk. Niðanfyri er talva sum vísir, at føroyingar í størri mun enn íslendingar, finnar og norðmenn ikki koma heim aftur til heimlandið eftir loknan lestur. Sjálvt um tølini ikki eru heilt samanberlig, framgongur hetta klárt av talvuni niðanfyri. Svarluttøka í kanning (%) Lesandi uttanlands (%) Prosentvísur partur av teimum, ið taka hægri heiltíðar útbúgving uttanlands. Liðug við hægri útbúgving (ár) Tey, ið vóru við í kanningini, tóku endaligt prógv eitt av nevndu árunum. Ikki heimafturkomin í apríl 2007 (%) Prosentvísur partur av teimum, ið ikki eru heimkomin til heimlandið, tá kanningin var gjørd í apríl 2007. Ikki heimafturkomin í 2012 (%) Prosentvísur partur av teimum, ið ikki rokna við at verða heimkomin til heimlandið í 2012. Finnland 37 3 2002-6 43 Norra 46 10 2003-5 18 Ísland 42 25 2003-6 16 Føroyar 60 62 2004-6 56 43 Danmark 2-3 Svøríki 5