VINNUMÁLARÁÐIÐ Nývøkstur við sameindum vinnuframa Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum at kanna møguleikarnar fyri eini samanlegging av Menningarstovuni, Ferðaráð Føroya og Vinnuframagrunninum 2006 TINGANES • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 35 60 60 • TELEFAX 35 60 65 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Vinnumálaráðið Inngangur og høvuðsniðurstøður Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk at kanna eina møguliga samanlegging av Menningarstovuni, Vinnuframagrunninum og Ferðaráð Føroya. Arbeiðsbólkurin hevur kannað hvussu, fyri stóran part, somu endamálini hjá hesum stovnum, kunnu verða samansjóðað, og eitt dynamiskt umhvørvi kann verða skapt, ið styrkir tænasturnar til tað almenna og vinnulívið. Viðvíkjandi samanlegging av stovnum mælir arbeiðsbólkurin landsstýrismanninum, at virka fyri, at: Menningarstovan og Ferðaráðið verða løgd saman í ein stovn. Talan verður um eina javnbjóðis samanlegging av stovnunum. Vinnuframagrunnurin verður hildin uttan fyri samanleggingina. Endamálið við samanleggingini er, at: samansjóða og skapa eitt dynamiskt umhvørvi, ið enn dyggari kann veita fjøltáttaðu tænasturnar til vinnulív og almenningin. Missiónin hjá nýggja stovninum er, at: Við ráðgeving, upplýsing og samstarvsátøkum at menna føroyskt vinnulív, herundir eisini Føroyar sum ferðamannaland, stimbra nýskapan og íverksetan og við altjóða marknaðarføring gera landið og vinnulívsmøguleikarnar her kendar. Nýggi samanlagdi stovnurin fer at virka sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki landsins, og høvuðsuppgávurnar sambært henda verða: • • • • • At birta uppundir nýskapan og íverksetan, Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarar, At ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal, At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í, og At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Arbeiðsbólkurin mælir landsstýrismanninum til, at samanleggingin verður framd soleiðis: • Vinnumálaráðið lýsir eftir nýggjari leiðslu til samanlagda stovnin. • Uppskot um at taka av lógirnar um Ferðaráð Føroyar og Menningarstovuna fer niðan í tingið. Samstundis verður nýggj lóg løgd fyri Løgtingið um stuðul til ferðavinnufeløg (Kjartan Kristiansen tekur ikki undir við tilmælinum um avtøku av lógunum). Arbeiðsbólkurin leggur dent á, at starvsfólkini á stovninum verða kunnað og tikin uppá ráð í tilgongdini, soleiðis at hesi kenna seg trygg og eggjað at taka við avbjóðingum á nýggja stovninum. 2/22 Vinnumálaráðið 1. Inngangur .................................................................................................................................... 2 1.2. Arbeiðssetningur .................................................................................................................. 2 2. Stutt lýsing av teimum trimum stovnunum ................................................................................. 2 2.1. Menningarstovan.................................................................................................................. 2 2.2. Ferðaráð Føroya ................................................................................................................... 2 2.3. Vinnuframagrunnurin........................................................................................................... 2 3. Samanlegging av stovninum ....................................................................................................... 2 3.1. Orsøkin fyri, at Vinnuframagrunnurin ikki skal leggjast saman við Menningarstovuni og Ferðaráðnum................................................................................................................................ 2 3.2. Menningarstovan og Ferðaráðið leggja saman..................................................................... 2 3.2.1. Fyrimunir viðvíkjandi felags skrivstovuhaldi ............................................................... 2 3.2.2. Fyrimunir fyri føroysku vinnuna................................................................................... 2 3.2.3. Fyrimunir fyri starvsfólkið ............................................................................................ 2 3.3. Vansar................................................................................................................................... 2 4. Uppgávur hjá nýggja stovninum. ................................................................................................ 2 Brotið lýsir hvørjar uppgávur nýggi stovnurin skal taka sær av. .................................................... 2 4.1. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. .. 2 4.2. At marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland................................................. 2 4.3. Íverksetan ............................................................................................................................. 2 5. Uppskot til bygnað fyri framtíðar umsiting av uppgávunum hjá nýggja stovninum. ................. 2 5. Uppskot til bygnað fyri framtíðar umsiting av uppgávunum hjá nýggja stovninum. ................. 2 Brotið lýsir uppskot til bygnað fyri, hvussu umsitingin skal virka á nýggja stovninum................. 2 5.1. Javnbjóðis samanlegging...................................................................................................... 2 5.2. Leiðslan ................................................................................................................................ 2 5.3. Missión, visión og virðir ..................................................................................................... 2 5.4. Uppgávubýtið millum Vinnumálaráðið og nýggja stovnin.................................................. 2 6. Praktisk viðurskifti viðvíkjandi samanleggingini ....................................................................... 2 6.1. Lógarheimild ........................................................................................................................ 2 6.2. Tann tekniski parturin viðvíkjandi samanleggingini............................................................ 2 7. Vinnuframaskipanir í øðrum londum..........................................................................................2 7.1. Vinnuframi og ferðavinnumenning í Isle of Man, Álandi, Íslandi og Grønlandi ................ 2 7.1.1. Isle of Man .................................................................................................................... 2 8.1.2. Áland ............................................................................................................................. 2 7.1.3 Ísland .............................................................................................................................. 2 7.1.4. Grønland........................................................................................................................ 2 3/22 Vinnumálaráðið 1. Inngangur Við uppriti til landsstýrisfund dagfest tann 8. apríl 2005, fekk Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, undirtøku fyri at settur bleiv arbeiðsbólkur at kanna eina møguliga samanlegging av Menningarstovuni, Vinnuframagrunninum og Ferðaráðnum. Í frágreiðingini verður ætlanin hjá landsstýrismanninum lýst nærri, herundir hvat landsstýrismaðurin ætlar at fáa burturúr samanleggingini, og hvussu samanleggingin skal skipast. 1.2. Arbeiðssetningur Í sambandi við samanleggingararbeiðið hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk. Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum frá Vinnumálaráðnum, Ferðaráðnum, Menningarstovuni og Vinnuframagrunninum. Arbeiðsbólkurin er í dag samansettur soleiðis: Kjartan Kristiansen, Per Hansen Ólavur Arge, Niels Winther, Kitty May Ellefsen, stjóri fyri Menningarstovuna kons. stjóri fyri Ferðaráð Føroya stjóri fyri Vinnuframagrunnin deildarstjóri í Vinnumálaráðnum fulltrúi í Vinnumálaráðnum, formaður Arbeiðssetningurin, ið arbeiðsbólkurin fekk var hesin: • At kanna um tað hevði verið ein fyrimunur, um stovnarnir heilt ella partvíst verða lagdir saman í ein vinnuframastovn, soleiðis at bæði tað almenna og brúkarar av stovnunum fáa sum mest burturúr tí avmarkaða tilfeingi, sum stovnarnir ráða yvir. • At gera uppskot til hvussu ein møgulig samanlegging av nevndu stovnum kann fremjast. Álagt varð arbeiðsbólkinum at gera arbeiðið liðugt innan 1. januar 2006. Av serligum orsøkum varð henda freist seinni útsett. 4/22 Vinnumálaráðið 2. Stutt lýsing av teimum trimum stovnunum Brotið lýsir stovnarnar, sum skulu leggjast saman. 2.1. Menningarstovan Menningarstovan varð sett á stovn við løgtingslóg nr. 46 frá 5. mai 1987 sum sjálvstøðugur stovnur undir landsstýrinum við tí endamáli at menna ídnað, handverk og tænastuvirksemi, í sambandi við hetta ráðgeving innan tøkni, búskap, útflutning av vørum, skeiðvirksemi. Við løgtingslóg nr. 63 frá 10. mai 2000 varð lógin um Menningarstovu landsins broytt, fyrst og fremst við at Menningarráðið við 15 limum varð tikið av, og stýrið varð broytt til ráðgevandi ráð við 7 limum, ið vinnan og útbúgvingar- og granskingarstovnar tilmæltu. Endamálið varð ikki stórvegis broytt og er nú at: “menna ídnað, handverk og tænastuvirksemi og í sambandi við hetta veita ráðgeving og upplýsing innan tøkni, búskap, leiðslu og útflutning.” Við lógarbroytingini í 2000 varð áherðslan løgd á útflutningsframa, meðan TK Stovan skuldi taka sær meira av tøkniligu ráðgevingini, ið Menningarstovan hevði havt serliga deild til. Við avtøku av TK Stovuni hevur stovnurin tikið á seg kunningartøkniliga ráðgeving og hevur staðið fyri KT Kleking. Virksemið hjá Menningarstovuni er í dag í serligan mun málrættað móti: 1. Átøkum, sum fremja og menna útflutningsførleikan hjá føroyskum fyritøkum. (Talan er um handilsferðir við føroyskum fyritøkum, luttøka á altjóða framsýningum, marknaðarátøk á áhugaverdum marknaðum, marknaðarføring av føroyskum fyritøkum og Føroyum sum tænastuveitari í frálandahøpi og fiskivinnutænastum, útflutningshandbók, upplýsingartænastu um útlendskar marknaðir v.m.) 2. Vinnum í altjóða kapping úti sum heima. (Virksemi vendir sær í lítlan mun til heimavinnur, sum bert kappast við føroyskar fyritøkur.) 3. Vinnum við framtíðar menningar- og vakstrarmøguleikum. Fyri hesar vinnur fevnir virksemið um ráðgeving av íverksetarum og uppfinnarum. (Kunningar- og upplivingartænastur, KT, listhandverk og sniðgeving, tónleikavinnu v.m.) Í samstarvi við vinnu og stovnar virkar Menningarstovan fyri at byggja brýr millum politiska viljan og vinnuna um vinnumenning, og hvussu hesin kann førast út í lívi, herundir: 1. Skipaða menning av ávísum vinnugreinum og menning av nýggjum vinnugreinum. 2. Seta ávís menningarøkir, bæði innan eina vinnugrein, ella innan vinnuna sum heild, í brennideplin. 3. Menning av vinnuligum undirstøðukervi. Menningarstovan samskipar sítt virksemi við allar vinnufelagsskapir í Føroyum og kunnar hesar um tey sambond, sum stovan byggir upp við stovnar og ráð uttanlands, sum hava líkt arbeiðsøki sum stovan. Menningarstovan hevur á hvørjum ári gjørt frágreiðing um sítt virksemi og roknskap, ið verða almannakunngjørd. Á Menningarstovuni eru tilsamans 6 starvsfólk. Fýra av starvsfólkunum hava hægri útbúgving og tvey hava skrivstovuútbúgving. 5/22 Vinnumálaráðið Sambært løgtingslóg um Menningarstovu setir landsstýrismaðurin eitt ráð, sum í øllum lutum er ráðgevandi mótvegis landsstýrismanninum og Menningarstovuni. Stjórin á Menningarstovuni er skrivari hjá ráðnum Í samstarvsátøkum við vinnuna er stovnurin mvg-skrásettur, men Menningarstovan virkar annars sum vanligur stovnur undir Vinnumálaráðnum, og verður raksturin fíggjaður við árligari játtan á fíggjarlógini. 2.2. Ferðaráð Føroya Ferðamannamiðstøð Føroya varð fyrsti almenni stovnur, sum smb. løgtingslóg nr. 61. frá 5. juni 1984, varð skipaður at menna ferðavinnuna í Føroyum. Í 1990 vóru Ferðamannamiðstøðin og Ferðamannastovan, sum Føroya Ferðamannafelag rak, løgd saman og nýggj løgtingslóg nr. 80 frá 5. juni 1990, um Ferðaráð Føroya varð lýst. Ferðaráð Føroya, virkar sambært Løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2001 um Ferðaráð Føroya. Sambært hesi lóg hevur Ferðaráðið til endamáls at: “ menna Føroyar sum ferðamannaland, og at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.” Til at røkja uppgávurnar, er stovnurin skipaður í fýra “deildir”: - Marknaðardeildin, tekur sær av at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Hettar arbeiði er fyri tað mesta vent móti útheiminum. Marknaðardeildin fevnir eisini um eina skrivstovu á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, sum tekur sær av Skandinaviska marknaðinum og BeNeLux londunum. - Innlendisdeildin tekur sær av at menna Føroyar sum ferðamannaland. Hetta umfatar m.a. ráðgeving við menning av tænastum, góðsku- og førleikamenning, samskifti og samstarv við aðrar almennar myndugleikar og feløg um menningina. - Kunningardeildin, svarar fyrispurningum frá ferðafólki, savnar saman hagtøl, dagførir og spjaðir upplýsingar um Føroyar. - Leiðsla og umsiting . Talið av starvsfólkum á Ferðaráðnum er skiftandi. 8 fólk eru í føstum starvi og 2 eru leyst knýtt at stovninum. Eitt av starvsfólkunum hevur starvsstað á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og eitt er lærlingur. Starvsfólkini hava drúgvar royndir innan ferðavinnu og hava ymiskar miðnámsútbúgvingar umframt yvirbygningar ella relevant skeið. Ferðaráðið hevur eitt víðfevnt samstarvsnet, bæði í Føroyum og uttanlands: - Umframt at hava samband við øll virkir í ferðavinnuni í Føroyum, samstarvar Ferðaráðið við aðrar almennar stovnar, kommunur, økisferðavinnufeløgini og áhugafeløg av ymiskum slag. - Uttanlands samstarvar Ferðaráðið við hóp av virkjum, sum selja ferðir til Føroya. - Seinastu árini hevur Ferðaráðið gjørt rættuliga nógv burturúr fjølmiðla vitjanum til Føroyar, hetta verið seg bæði sjónvarps støðir og journalistar, sum hava skrivað um Føroyar antin í guide-bókum ella til ymisk bløð og tíðarrit. - Harumframt hevur Ferðaráðið neyvt samstarv við ferðaráðini í Grønlandi, Íslandi og Danmark, sum hevur skrivstovur í Keypmannahavn, London, Hamburg, Oslo, Stokkholm. Eisini verður javnan samstarva við ferðaráðini í Hetlandi og Skotlandi. 6/22 Vinnumálaráðið Í 2001 varð tilevnaður ein ferðavinnupolitikkur og varð hesin til aðalorðaskifti í Løgtinginum 13. november 2001. Sambært lógini um Ferðaráð Føroya setir landsstýrismaðurin eitt ráð við 6 limum, sum er ráðgevandi mótvegis landsstýrismanninum og Ferðaráðnum í øllum lutum, og er stjórin skrivari hjá ráðnum. Sambært kunngerð nr. 84 frá 22 oktober 2002 hevur Ferðaráðið heimild at veita stuðul til økisferðavinnufeløg. Ferðaráðið virkar annars sum vanligur stovnur undir Vinnumálaráðnum, og verður fíggjaður við árligari játtan á fíggjarlógini. 2.3. Vinnuframagrunnurin Vinnuframagrunnurin er skipaður við Løgtingslóg nr. 81 frá 8. mai 2001 um Vinnuframagrunn. Vinnuframagrunnurin varð settur á stovn fyri at styrkja og fjøltátta føroyskt vinnulív og menna burðardyggar føroyskar fyritøkur. Stuðulshættirnir eru tveir. Fyritøkur kunnu søkja eftir stuðulsskipanum, og grunnurin kann harumframt veita stuðul til serstøk vinnuframaátøk og heildarverkætlanir innan útflutning, nýskapan, førleikamenning, ferðavinnu og gransking. Stýrið fyri grunnin skal regluliga endurskoða stuðulsskipanirnar og eftir tørvi gera uppskot til nýggjar ella broyttar stuðulsskipanir. Stuðulsskipanirnar skulu góðkennast av landsstýrismanninum í vinnumálum, áðrenn tær verða settar í gildi, soleiðis at tær virka samsvarandi vinnupolitikki landsins. Siðvenja er at gera hesar tillagingar einaferð um árið og lýsa broytingarnar í desember og januar mánað. Í november letur stýrið fyri grunnin útgreinaða ætlan fyri virki grunsins komandi ár, har m.a. verður ásett, hvussu stórar upphæddir, ið ætlanin er at nýta til tær einstøku stuðulsskipanirnar. Henda ætlan skal eisini fevna um lýsing av teimum vinnuframaátøkum og verkætlanum, sum ætlanin er at seta í verk, og kostnaðin av hesum. Ætlanin skal eisini góðkennast av landsstýrismanninum í vinnumálum. Vinnuframaátøk og verkætlanir verða lagdar til rættis í samstarvi við hinar vinnuframastovnarnar. Skipanin við stuðulsskipanum og vinnuframátøkum er smidlig og løtt at laga til, soleiðis at grunnurin til eina og hvørja tíð kann virka samsvarandi vinnupolitikki landsins. Tað vildi verið munandi tyngri, um lógarbroyting skuldi til, tá ið nýggjur vinnupolitikkur verður stungin út í kortið. Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á løgtingsfíggjarlógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum árum. Dentur verður lagdur á, at vinnan skal mennast til at gerast kappingarfør og lívfør uttan stuðul. Grunnurin verður fyrisitin av stýri við 5 limum, ið landsstýrismaðurin tilnevnir. Dagliga fyrisitingin hevur ein stjóra, sum landsstýrismaðurin setur. 7/22 Vinnumálaráðið 3. Samanlegging av stovninum Arbeiðsbólkurin mælir landsstýrismanninum, at virka fyri, at Menningarstovan og Ferðaráðið verða løgd saman í ein stovn. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Vinnuframagrunnurin verður hildin uttanfyri samanleggingina. Orsøkin til, at arbeiðsbólkurin mælir frá, at leggja Vinnuframagrunnin saman við Menningarstovuni og Ferðaráðnum er lýst í niðanfyristandandi broti. Somuleiðis eru fyrimunirnir við at leggja Menningarstovuna og Ferðaráðið saman lýstir. 3.1. Orsøkin fyri, at Vinnuframagrunnurin ikki skal leggjast saman við Menningarstovuni og Ferðaráðnum. Eins og áður greitt frá, er ávíst samanfall av virkseminum hjá Vinnuframagrunninum, Menningarstovuni og Ferðaráðnum. Í mongum víkir Vinnuframagrunnurin tó frá hinum báðum stovnunum, av tí at grunnurin er meira óheftur av Vinnumálaráðnum, og vanligu játtanarskipanini. Samanlegging av Vinnuframagrunninum við hinar báðar stovnarnar krevur tí serlig fyrilit og umhugsan. Spurningar, sum eru knýttir vinnuframastovnarnar, eru: • • • • at eini møguligari samanlegging við hinar báðar Tað liggja fyrimunir í, at grunnurin við góðkenning vinnumálaráðsins játtar stuðul til serstøk vinnuframaátøk og heildarverkætlanir, sum Ferðaráðið og Menningarstovan umsita. Tað er ivasamt fyriskipanarliga, at ein deild í nýggja stovninum skal veita hinum báðum deildunum játtan til verkætlanir, herundir, at stovnurin onkursvegna er bundin av búfelagsskapi og tænastuveitingum. Tað er ikki einans í egnum játtanum, Ferðaráðið og Menningarstovan hava áhugamál. Stovnarnir eru eisini knýttir at eksternum verkætlanum við hvørt, har grunnurin eigur at vera óheftur. Í dag áliggur tað verandi stýri og stjóra at gera uppskot til nýggjar stuðulsskipanir og játtanarmannagongdir. Í prinsippinum er tað sama galdandi fyri hetta økið. Tað má vera gjøgnumskygni í mátanum, sum stuðulsskipanirnar verða til uppá, um ein nevnd skal hava ábyrgdina. Alternativið er at leggja henda partin til onkran annan. Sum áður greitt frá fer tað at vera trupult at handfara stuðul til vinnuframaátøk eftir tí leisti, sum brúktur verður í dag, eins og grunnurin kann missa sína støðu sum óheftur í studningsmálum. Út frá hesum metir arbeiðsbólkurin, at Vinnuframagrunnurin eigur at virka sum sjálvstøðugur grunnur, soleiðis at verandi bygnaður verður varðveittur. 3.2. Menningarstovan og Ferðaráðið leggja saman. Sum áður greitt frá mælir arbeiðsbólkurin til, at Menningarstovan og Ferðaráðið verða løgd saman í ein vinnuframastovn. Endamálið við samanleggingini er at samansjóða og skapa eitt dynamiskt umhvørvi, ið enn dyggari kann veita fjøltáttaðu tænasturnar til vinnulív og almenningin. Nýggi samanlagdi stovnurin fer at hava eitt fjøltáttað samstarv við nógvar ymiskar partar so sum vinnusamskipanir, einstakar fyritøkur, íverksetarar, ymsu stjórnarráðini og stovnar teirra. Fyrimunir, sum standast av samanleggingini verða lýstar í brotinum. 8/22 Vinnumálaráðið 3.2.1. Fyrimunir viðvíkjandi felags skrivstovuhaldi Ein samanlegging fer í fyrstu atløgu at geva stovninum meira orku til at menna og arbeiða við sínum kjarnuøkjum. Hetta tí, at fleiri dupultar funktiónir so sum fyrisiting, journal, bókhald, KT o.a. verða lagdar saman og soleiðis verður meira orka til at tæna brúkaranum av stovninum. Viðmerkjast skal, at í dag húsast báðir stovnar í somu lon. Tað er tó talan um tvey ymisk leigumál, og umsitingin á báðum stovnunum er ikki samskipað. 3.2.2. Fyrimunir fyri føroysku vinnuna Samanlagdi stovnurin fer at geva brúkarum, íverksetarum og einstaklingum við nýggjum hugskotum eitt stað at venda sær at fáa ráð og vegleiðing – digitalt um ein heimasíðuportal, og annars við beinleiðis at venda sær til stovnin. Talið á hesum brúkarum er ikki kent, annað enn at umleið 100 íverksetarar venda sær um árið til Menningarstovuna. Í hvønn mun hetta tal kann verða økt við eitt nú heimasíðuportali er ilt at siga. Við nýggjum felags heimasíðuportali fyri samanløgdu stovnarnar kann marknaðarføringin og kunningin, ið verður veitt, verða virknari og bíligari. Tá talan er um marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland, kann hetta saman tvinnast við nýggju uppgávuni hjá stovninum at marknaðarføra Føroyar uttanlands sum heild og at marknaðarføra Føroyar sum eitt land, har útlendskir íleggjarar gera íløgur. 3.2.3. Fyrimunir fyri starvsfólkið Starvið hjá hvørjum einstøkum kann gerast nógv meira áhugavert og fakliga avbjóðandi, eftir at stovnarnir eru samanlagdir. Størri møguleiki verður fyri at arbeiða og útbúgva seg víðari á teimum økjum og tí, sum hugur og evni eru til. Í tann mun starvsfólkini kenna seg í “sama húsi”, kann arbeiðsumhvørvið gerast sosialt og fakliga meira mennandi, og møguleikarnir fyri “tvørfakligum” verkætlanararbeiði í toymum verða fleiri. Í samanleggingini hevur tað stóran týdning, at ein felags samleiki verður skaptur, fyri at virksemið skal mennast. Tí kann ein samanlegging í síðsta enda einans geva eitt positivt úrslit, um tað verður gjørt við størsta skynsemi mótvegis øllum starvsfólkunum í húsinum. Starvsfólkini eiga at verða tikin upp á ráð og merkja, at tey eru saman um at tilevna tann samanlagda stovnin. Undirtøka millum starvsfólkini fyri eini samanlegging og ein positiv felagskensla fyri samanlagda stovninum eru avgjørdar fyritreytir fyri einum góðum úrsliti. 3.3. Vansar Tá so nógvar og fjølbroyttar uppgávur verða lagdar til ein og sama stovn, kann ein vandi verða, at summar uppgávur verða upprioriteraðar, meðan aðrar detta ímillum. Viðmerkjast skal, at møguliga kann tað í ein ávísan mun hjálpast upp á henda vansa við at gera eina neyva lýsing av uppgávunum hjá samanlagda stovninum og fáa staðfest eitt minstamark fyri, hvørjar uppgávur stovnurin eigur at taka sær av. Viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum kunnu ymiskir førleikar, ið byggja á meira verkligar ella ástøðiligar royndir, og ymisk mentan og ymiskir kundabólkar skapa frustratiónir í arbeiðsbýtinum. 9/22 Vinnumálaráðið Gerst samanleggingin ikki ein dynamisk, positiv tilgongd, verður tillagingartíðin og felags fatanin av at virka fyri “nýggjum” stovni nógv longri enn neyðugt. Øll hesi viðurskifti eigur nýggja leiðslan at taka í størsta álvara. 10/22 Vinnumálaráðið 4. Uppgávur hjá nýggja stovninum. Brotið lýsir hvørjar uppgávur nýggi stovnurin skal taka sær av. Ætlaða virksemið hjá samanlagda stovninum sambært vinnupolitikkin, t.e. • • • • • At birta upp undir nýskapan og íverksetan. Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarar. At ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal, har íverksetarar fáa svar upp á spurningar um at stovna fyritøku. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. er í mongum samanfallandi við verandi virksemi. Tó verða lagdar nýggja stovninum umsitingarligar uppgávur, sum hvørgin hevur førleika ella royndir í. At birta upp undir nýskapan og íverksetan er rættiliga breið orðing. Av uppgávum, sum Menningarstovan higartil hevur tikist við, kunnu kvinnur sum íbirtarar, kvinnur í vinnu í suðri, KT Kleking, ymisk nýggj tilboð innan ferðavinnu og tiltøk innan kreativar vinnur kanska verið tiknar fram sum íverksetanartiltøk. Beinleiðis nýskapanartiltøk eru viðbrekin at fara undir, tí “opinleikin” í tiltøkunum er rættiliga avgerandi, og tá kann lítið tykjast at verða beinleiðis úrslit av tiltakinum. Ferðaráðið hevur millum annað bent áhugan á sílafisking, gongutúrar og havfiskiskap sum nýskapanartiltøk. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í er bæði ein kend uppgáva og ein nýggj uppgáva fyri báðar stovnar. Bæði Menningarstovan og Ferðaráð Føroya hava í mong ár marknaðarført føroyskar vørur og tænastur og lagt nógva orku í at menna føroyskar fyritøkur at verða altjóða kappingarførar. 4.1. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. Í vinnupolitikkinum stendur, at Føroyar mugu gera meira burtur úr marknaðarføring av sínum fyrimunum enn tey øki, ið øll kenna avdráttarmegina frá. Endamálið við marknaðarføringini av Føroyum er sostatt at kveikja áhugan hjá útlendskari arbeiðsmegi og kapitali fyri vinnu- og vinningsmøguleikum í føroyska samfelagnum og í samvinnu við áhugaðar partar her á landi. Ætlanin er, at samanlagdi stovnurin skal taka sær av at marknaðarføra Føroyar miðvíst uttanlands. Marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum verður at halda fram í samstarvi við relevantu partarnar. Marknaðarføring verður bæði ein generell marknaðarføring av Føroyum og gjøgnum mest virknu miðlarnar og ein marknaðarføring við meira miðvísum tiltøkum, ið venda sær beinleiðis til møguligar íleggjarar. 4.2. At marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland Ferðafólk eru týdningarmikil fyri Føroyar millum annað tí, at hesi bera altjóða samfelagið til Føroyar samstundis, sum Føroyar gerast kendar í útheiminum. Kanningar vísa, at ferðavinnan skapar meira enn fýrafalt avleitt virksemi. Vaksandi kapping setir stór krøv til at marknaðarføra ferðamál. Menning og nýskapan hevur eisini stóran týdning og snúgva hesi seg um at gera ferðavinnuumstøðurnar betri, menna nýggj 11/22 Vinnumálaráðið ferðavinnutilboð, gera kunningar- og tænastustigið betri ella menna góðskustýringarskipanir, sum skulu tryggja kundunum dygd og upplivingar. Í hesum sambandi er ætlanin at nýggi stovnurin skal: Menna ferðavinnuna og Føroyar sum ferðamannaland og við marknaðarføring gera hesar kendar. Vinnumálaráðið fer at virka fyri, at eyka fíggjarlig orka til marknaðarføring kann fáast til vega á tann hátt, at landið játtar eina ávísa upphædd til marknaðarføring út um verandi játtan, og skulu pengarnir brúkast soleiðis, at samanlagdi stovnurin saman við fyritøkum kann fara undir marknaðarføringstiltøk, ið verða fíggjað helvt um helvt av pørtunum. 4.3. Íverksetan Eins og tað hevur týdning at skapa karmar við at gera lógir, kunngerðir og skipanir, sum hava týdning fyri vinnuliga umhvørvið, líka so týdningarmikið er tað, at stovnar landsins, sum umsita umrøddu reglur og skipanir, virka væl og smidliga, og at sum mest fæst burtur úr teimum játtanum, hesir stovnar fáa tillutað. Vinnumálaráðið vísir á týdningin, at stovnarnir eru væl samskipaðir, soleiðis at fyritøkurnar fáa eins boð, sama hvønn stovn tær fyrst venda sær til. Tí hevur tað týdning, har tað ber til, at fyritøkurnar bert venda sær til ein myndugleika at fáa greitt síni viðurskifti. Í sambandi við íverksetan er ætlanin at nýggi stovnurin skal taka sær av: • At birta upp undir nýskapan og íverksetan • Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarin • At ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal, har íverksetarar fáa svar uppá spurningar um at stovna fyritøku • At marknaðarføra Føroyar, sum eitt land fyri íverksetarar. 12/22 Vinnumálaráðið 5. Uppskot til bygnað fyri framtíðar umsiting av uppgávunum hjá nýggja stovninum. Brotið lýsir uppskot til bygnað fyri, hvussu umsitingin skal virka á nýggja stovninum. 5.1. Javnbjóðis samanlegging Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt spurningin, hvussu samanleggingin skal skipast. Ein møguleiki er at skipa Ferðaráðið sum deild í Menningarstovuni, ein annar at skipa Menningarstovuna sum deild í Ferðaráðnum. Av tí at arbeiðsbólkurin er samdur um, at talan skal verða um eina javnbjóðis samanlegging av stovnunum, og tá samanleggingin verður framd at geva stovninum eitt nýtt stovnsheiti, ið umboðar samlaða virksemið hjá samanlagda stovninum. Stovnarnir, sum skulu leggjast saman, eru smáir og avmarkaðir í mun til tal av fólki. Á báðum stovnum er bygt upp eitt kollegialt og fakligt netverk út í heim. Hesi netverk eru av vitalum týdningi fyri framtíðar virksemið hjá samanlagda stovninum, og hevur tað tí týdning, at hesi ikki verða mist undir eini samanlegging. Arbeiðsbólkurin er samførdur um, at tað er umráðandi at taka starvsfólkini við uppá ráð, so at nýggi stovnurin fær ein felags identitet við virðing fyri, at fakøkini verða javnsett. 5.2. Leiðslan Vinnumálaráðið fer at søkja eftir nýggjari leiðslu fyri stovnin. Tá so nógvar og fjølbroyttar uppgávur verða lagdar til ein og sama stovn, kann ein vandi verða fyri, at summar uppgávur verða uppprioriteraðar, meðan aðrar detta niður fyri. Tað hevur stóran týdning, at nýggja leiðslan skipar stovnin, soleiðis at hvørki virksemið hjá Ferðaráðnum ella Menningarstovuni detta niður fyri. Hetta kann gerast við, at umframt fyrisitingarliga stjóran verða ábyrgdarpersónur/persónar at taka sær av útvaldum øki/økjum. Serliga kann hetta hava týdning í sambandi við ferðavinnuøkið. Nýggja leiðslan ger í samráð við starvsfólkini uppskot til bygnað og stovnsheiti at leggja fyri landsstýrismannin til góðkenning. 5.3. Missión, visión og virðir Sum áður greitt frá lýsir nýggi vinnupolitikkurin, at nýggi samanlagdi stovnurin fer at hava eitt fjøltáttað samstarv við nógvar ymiskar partar so sum vinnusamskipanir, einstakar fyritøkur, íverksetarar, ymsu stjórnarráðini og stovnar teirra. Soleiðis sum uppgávurnar hjá nýggja stovninum eru orðaðar, er stórt samanfall og í summum førum eitt neyvt framhald av verandi uppgávum hjá stovnunum. Í stuttum verður missiónin hjá stovninum við ráðgeving, upplýsing og samstarvsátøkum at menna føroyskt vinnulív, herundir Føroyar sum ferðamannaland, stimbra nýskapan og íverksetan og við altjóða marknaðarføring gera landið og vinnulívsmøguleikarnar her kendar. Tá tað kemur til visjónina og virðisgrundarlagið hjá nýggja stovninum eigur leiðslan saman við starvsfólkunum at orða hesi. Tað hevur stóran týdning fyri samansjóðingina av stovninum, at starvsfólkini eru við í arbeiðinum at orða visjón og virðir. Starvsfólkini eru tilfeingið hjá stovninum, og tað eru tey, sum skulu føra visjónina og virðini hjá stovninum út í lívið. 13/22 Vinnumálaráðið Somuleiðis hevur tað týdning, at leiðslan saman við starvsfólkinum javnan arbeiðir við hesum viðurskiftum. 5.4. Uppgávubýtið millum Vinnumálaráðið og nýggja stovnin Vinnumálaráðið er stjórnardeild landsstýrisins á ávísum málsøkjum. Uppgávur ráðsins hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í hesum sambandi eru m.a. at: • • • • • Ráðgeva Málsviðgera Fyrireika lógaruppskot, kunngerðir og reglugerðir Samskipa Fremja stovnseftirlit Vinnumálaráðið hevur lagt seg eftir at skipa ráðið sambært omanfyri standandi, t.v.s. í mest møguligan mun bert at arbeiða við departementalum málum. T.d. varð umsitingin av aliloyvum í fjørð løgd til nýstovnaðu Búnaðarstovuna. Somuleiðis hevur Vinnumálaráðið lagt seg eftir at leggja stovnar saman, sum arbeiða við málum, ið líkjast, ella at slíkir stovnar húsast undir sama taki fyri at kunnu hava felags umsiting. Endamálið við hesum er at brúka játtanirnar betur – t.d. felags telefon, roknskap og journal – samstundis sum fakliga umhvørvið gerst størri og betri. Dømi um hetta eru: • • • • Samanlegging av Oljufyrisitingini og Jarðfrøðisavninum. Fjarskiftiseftirlitið, Kappingarráðið, Tryggingareftirlitið, Posteftirlitið, Felagsskrásetingin og eftirlitið við Realinum húsast undir sama taki og hava felags stjóra og umsiting. Barsilsskipanin løgd til ALS at umsita. Búnaðarstovan og Almennar Royndir húsast saman. Vinnumálaráðið hevur havt sera góðar royndir við hesum bygnaði á omanfyri nevndu økjum. Við at samanleggja Menningarstovuna og Ferðaráðið verða uppgávur, ið eru at menna føroyska vinnu samlaðar í eini felags umsiting. Hetta hevur sum áður greitt frá fyrimunir fyri vinnuna, sum kann venda sær til eitt stað og fáa ta hjálp henni tørvar innan áður nevndu øki, sum stovnurin kemur at arbeiða við. Samanspælið millum Vinnumálaráðið, nýggja stovnin og vinnuna verður, at meðan ráðið skapar karmar fyri vinnulívinum, er tað uppgávan hjá stovninum at føra hesar út í lívið. Soleiðis kemur nýggi stovnurin at verða eitt slag av samstarvspartnara við føroyska vinnulívið. Eisini er ætlanin, at stovnurin skal virka sum forlongdi armurin hjá landsstýrismanninum, tá hesin skal á handilsferðir við umboðum fyri føroyska vinnulívið, ella tá handilsfólk uttanífrá koma hendan vegin á vitjan. Her er ætlanin, at stovnurin skal tilrættisleggja ferðirnar hjá landsstýrismanninum saman við Vinnumálaráðnum. 14/22 Vinnumálaráðið 6. Praktisk viðurskifti viðvíkjandi samanleggingini Brotið lýsir tey praktisku viðurskiftini viðvíkjandi samanleggingini. 6.1. Lógarheimild Ein samanlegging kann ikki vera framd fyrisitingarliga. Ferðaráðið og Menningarstovan eru skipað sambært løgtingslóg nr. 155 frá 20 desember 2001 um Ferðaráð Føroyar og løgtingslóg nr. 63. frá 10 mai 2000 um Menningarstovu. Hesar lógir mugu setast úr gildi, við: • • aðrari lóg ella uttan at onnur lóg kemur í staðin. Mælt verður landsstýrismanninum, at seta lógirnar úr gildi, uttan at onnur lóg kemur ístaðin. Kjartan Kristiansen tekur ikki undir við hesum tilmæli og við hesum viðmerkingum: At leggja Ferðaráð Føroya og Menningarstovuna saman hevur sum greitt frá fleiri fyrimunir, um rætt verður farið fram. Við sama stjóra og við felags bókhaldi, journali, telefon- og skrivstovuavgreiðslu, KT o.ø. kunnu dupultfunksjónir verða avmarkaðar. Verða arbeiðs- og hølisviðurskiftini til tað, kann fakliga umhvørvið, møguleikar at arbeiða í toymum og ymisk synergi menna arbeiðshug og –gleði, so tað fæst eitt dynamiskt umhvørvi, sum virkið og nýhugsandi kann kanna nýggjar møguleikar hjá føroyskari vinnu við tí skjótleika, ið vinnan krevur. Samstarvsátøk við vinnu og aðrar áhugabólkar kunnu fevna breiðari og verða framd skjótari. Skotið er fleiri ferðir upp, at gjørd verður ein vinnuframalóg, ið avtekur lóg um Ferðaráð Føroya og lóg um Menningarstovuna, og sum gevur landsstýrismanninum í vinnumálum (Vinnumálaráðnum) greiðar lógarligar karmar fyri vinnuframavirkseminum hjá tí almenna. Hetta er væl kent í øðrum londum, og har eru eisini settir karmar fyri vinnuávirkan og -umboðan í vinnuframaskipanunum. Fyri dynamikkin og vinnufremjandi stavnhaldið hjá vinnuframstovnum er formlig vinnuávirkan og vinnuumboðan av avgerandi týdningi. Verður hetta ikki gjørt, verður ein samanlagdur stovnur bert ein umsitingarligur stovnur undir Vinnumálaráðnum, ið skal fremja ráðs- og politisk áhugamál, og ikki verða ein tænastustovnur mótvegis vinnu og almenningi. Trúvirðið hjá einum slíkum stovni í samstarvsviðurskiftum við vinnuna verður skjótt onki. Sum nevnt í notati, dagfest 6. juli 2006, kann politisk avgerð verða tikin um bert at avtaka lógirnar um Ferðaráð Føroya og Menningarstovuna, og politiska viljan mugu vit boyggja okkum fyri, men eg kann ikki mæla til at hetta verður gjørt. Samanleggingartilgongdin nýtist ikki at steðga, meðan hetta verður avklárað, men kann fyri fyrst verða framd eftir tí leisti, sum er nýttur fyri Búnaðarstovuna og Almennar Royndir. Frágreiðingin skal saman við avtøku lógunum niðan í Tingið, soleiðis at tingmenn eru kunnaðir um ætlanina hjá landsstýrismanninum. Samstundis eigur nýggj lóg at verða løgd fyri Løgtingið, har heimild verður fyri kunngerðini um stuðul til økismenning. 15/22 Vinnumálaráðið 6.2. Tann tekniski parturin viðvíkjandi samanleggingini Vinnumálaráðið tekur sær av tí tekniska partinum viðvíkjandi játtanar og roknskapar viðurskiftum viðvíkjandi samanleggingini av stovnunum. Hetta verður gjørt eftir sama leisti, sum Vinnumálaráðið fyrr hevur nýtt í sambandi við samanlegging av til dømis Jarðfeingi og Oljufyrisitingini. 16/22 Vinnumálaráðið 7. Vinnuframaskipanir í øðrum londum Arbeiðsbólkurin helt, at tað bæði var áhugavert og viðkomandi fyri arbeiðið hjá bólkinum at hyggja eftir ymiskum vinnuframaskipanum og ferðavinnumenning í okkara grannalondum við tí fyri eyga at fáa íblástur. Vit hava valt at lýsa skipanir í smáum samfeløgum. Skipanir í Isle of Man, Álandi, Islandi og Grønlandi eru lýstar niðanfyri. 7.1. Vinnuframi og ferðavinnumenning í Isle of Man, Álandi, Íslandi og Grønlandi Í hesum parti hava vit valt at leitað til fýra samfeløg, sum í vavi eru rættiliga lík Føroyum, nevniliga til: • • • • Isle of Man (76.000 íbúgvar, 572 km²), Áland (26.200 íbúgvar, 1.527 km²) og Ísland (294.000 íbúgvar, 103.000 km²). Grønland Eisini á annan hátt eru hesi samfeløg lík okkara. Áland er sjálvstýrandi samfelag, tryggjað við altjóða sáttmála, í finska ríkinum, Isle of Man er sjálvstýrandi partur undir ensku krúnuni, men ikki partur av UK, og Ísland er bert seksti ára gamalt sjálvstøðugt ríki. Hinvegin eru stórir munir á hesum samfeløgum og okkara. Isle of Man liggur í írska havinum, bert 50 km frá grannunum, Írland og Ongland, og Áland liggur sum oyggjabólkur at kalla áfast svenska og finska skergarðinum, meðan Ísland liggur úti í Norðuratlantshavi, har Føroyar eru næsti granni, 300 km burturi, og Grønland liggur næst amerikanska verðinspartinum. Áland er sum partur av Finnlandi við í ES, og Ísland er limur í EFTA og EBS (Evropeiska Búskaparliga Samstarvsøkinum), meðan Isle of Man er í tollsamgongu við Stóra Bretland, men uttanfyri ES. Landbúnaður og fiskivinna eru upprunaligar vinnur í øllum samfeløgunum og mynda í stóran mun enn vinnupolitikkin í teimum, men nýggjar vinnur hava tikið seg upp, bygdar á teir fyrimunir og styrkir, ið samfeløgini hava sæð og bygt upp. 7.1.1. Isle of Man Vinnupolitikkurin á Isle of Man er partur av felags høvuðsstrembanini hjá stjórnini á oynni at varðveita og nøra um høgu lívsdygdina í samfelagnum á oynni (to maintain and build on the high quality of life enjoyed by the Island’s community), Høvuðstættirnir í hesi politisku stremban eru: • • • • • Búskaparligur vøkstur – stremban eftir burðardyggum, stýriligum vøkstri við støði í fjøltáttaðum vinnulívi, Sosiala vælferð – framgongd í sosialu vælferðini hjá fólkinum á oynni, Góðskuhøgt umhvørvi – varðveitsla og betring av umhvørvisdygdini, Trygt undirstøðukervi – skipan av tryggum og hóskandi fysiskum undirstøðukervi fyri oynna, Gott stýri – trygging av fólkaræðisligari stjórn, sum er virkin og álítandi, 17/22 Vinnumálaráðið • Greiðan tjóðskaparligan samleika – verja og menning av tjóðskaparsamleikanum hjá oynni og taka neyðug stig til at tess áhugamál eru kraftarmikið framd, viðurkend og vard í altjóða høpi. Vanligt menningarstovuvirksemi og ferðamannamál eru í hvør sínum aðalráði á Isle of Man; ávikavist í Trade end Industry og Tourism and Leisure. Menningardeildin í Trade and Industry skal eitt nú: • • • • • • • Marknaðarføra oynna sum eitt gott stað at seta fyritøku á stovn, Greina út og skunda undir menning av nýggjum vinnugreinum og marknaðum, Fjøltátta og skapa vøkstur í búskapinum við at menna lyklavinnur við ráðgeving og fíggjar-, útbúgvingar- og íløgustuðli, Menna film- og mediaídnaðin, Menna e-spælídnað, Stuðla fyritøkum at troyta e-business møguleikar, Fáa fyritøkur at skilja handilsligu og umhvørvisligu fyrimunirnar av størri orkuvirkni, Við meira enn 500.000 frítíðarferðafólkagistingum um árið er ferðavinnan ein týðandi vinna á oynni, og hugsandi er, at hetta er ein av orsøkunum til, at ferðavinnumál og vinnumenningarmál annars ikki eru løgd saman ella í sama stýri á Isle of Man. Ferðavinnan á Isle of Man er sjálvsagt í stóran mun merkt av, at oyggin liggur so stutt frá tættbygdu ídnaðarøkjunum í Miðbretlandi (bert 50 km at sigla – sum av Drelnesi til Havnar); men hon er eisini merkt av altjóða tiltøkum (motorsúkklukappingum), góðum fornaldarlýsingum, og nú eisini av, at ferðafólk vilja síggja tey støð, sum tey hava sæð á filmi og øðrum medium. 7.1.2. Áland Búskapurin á Álandi er í størstan mun merktur av sjóvinnu, ferðavinnu og tænastuvinnum. Í stuttum kann sjóvinnan býtast upp í tríggjar tættir; ferjusambandið millum Áland, Svøríki og Finnland er beinagrindin í ferðavinnuni á landi og gevur hóp av arbeiði til ferðavinnustarvandi á landi og umborð; cruiseferðaskip eru flótandi undirhaldsborgir, sum eisini geva nógv arbeiðspláss umborð og til tænastuveitarar á landi, men hesi hava lítla ávirkan á sjálva ferðavinnuna á landi í Álandi; og so góðssjóvinnan, sum virkar á øllum høvum, men hon gevur bert arbeiði til yvirmenn umborð. Tænastuvinnan á landi fevnir mest um smásølu, tænastuvirksemi, gistingarhús og fíggingar- og tryggingarvirksemi. Landbúnaðurin er tó ikki uttan týdning við frukt og framleiðslu av snacks (Kims). Fyrimunirnir fyri vinnuna á landi á Álandi er góði logistikkurin, ið ger, at vinnan kann flyta út sínar framleiðslur til kappingarførar prísir. Vinnupolitiska stavnhaldið er búskaparligur vøkstur, og hevur Näringsavdelningens almänna byrå (Vinnumálaráðið) sum mál • • • • øktur vøru- og tænastuútflutningur úr Álandi økt vørumenning víðka ídnaðarliga støðið út um matvøruídnað og skunda undir menningina av tænastu- og tilvirkingarvinnum 18/22 Vinnumálaráðið Á Álandi tykist hvørki ferðaráð ella menningarstova verða rikin av tí almenna. Í staðin er ráðgevingar- og kunningararbeiðið hjá slíkum skipað gjøgnum “privatar” ráðgevingar- og vinnugreinafelagsskapir: Ålands Handelskammare ráðgevur smærri fyritøkum í virkisbúskapi og íverksetaramálum og tekur sær av útflutningstiltøkum og samstarvi millum vinnu og skúla. Ålands Företagereföening hevur nakað somu arbeiðsøki, tó kanska meira vent ímóti nýggjum vinnum. Ålands Turistförbund er høvuðsvinnufelagsskapurin innan ferðavinnu á Álandi og hevur til endamál at menna og fremja ferðavinnuna har við ráðum og vegleiðing. Undir Vinnumálaráðnum er tó Ålands Teknologicentrum, sum skal hjálpa til at hækka tøkniliga førleikastøðið, fremja sambandið millum vinnulívið og fróðskaparsetur og menningina av nýskapan og nýskapanarskipanum. Í hesum liggur eitt nú, saman við vinnuni at fara undir nýskapandi vinnuligar verkætlanir, standa fyri klekingardepli fyri nýskapan og gróðrarfyritøkur, standa fyri skeiðum og verkstovum, stuðlar upp undir góðsku- og umhvørvisgóðskuleiðslu og mennir tøkniligan serkunnleika á ávísum økjum. 7.1.3 Ísland Vinnuframaskipanin í Íslandi er býtt upp á fleiri stjórnarráð. Undir Vinnumálaráðnum eru Iðntæknistofnun (at líkna við Teknologisk Institut í Danmark), Impra (tænastustovnur fyri íverksetarar og fyritøkur), Rannsóknarstofnun Byggingarinnar og Byggðastofnun (Bygdamenningarstovnur), og undir hesum ráðnum er eisini verkætlanin Invest in Iceland, sum annars er løgd til Útflutningsráð Islands at standa fyri. Undir Samferðslumálaráðnum eru Ferðastova (Ferðaráðið), meðan Útflutningsráð Islands er sjálvstøðugur stovnur, í stórum stýrdur av vinnuni og við egnari lóg, liggur næst undir Uttanríkismálaráðnum. Vinnupolitisk mál hjá íslendska vinnumálaráðnum endurspeglast í virkseminum hjá stovnunum undir ráðnum, nevniliga at: • • • • vaksa um fjølbroytni í íslendsku vinnuni og fremja kappingarføri hjá henni skapa arbeiðsmøguleikar uttanfyri høvuðsstaðarøkið og sleppa undan avfólking av hesum økjum økja um nýtsluna av heimligum orkukeldum og eggja til kapping og verja áhugamál brúkarans Nøkur dømi um tiltøk og mál, sum íslendsku vinnframastovnanir arbeiða við eru at: • • • • • roynt verður við serligum tiltøkum at menna nýggjar vitanarvinnur, eitt nú lívtøkni ídnað, og fáa hesar lívførar roynt verður at menna kappingarførið við tiltøkum at menna virkni og leiðsluførleikan í fyritøkum virksemið at menna tænastur til íverksetarar og smáar fyritøkur verður styrkt vinnur, ið byggja á hugfæ, eitt nú films- og tónleikavinna verða stimbraðar kunningartøknifyritøkur verða eggjaðar at vaksa 19/22 Vinnumálaráðið • • nýggjar leiðir av menna nýskapan í handli og ídnaði í samstarvi við gransking verða gingnar marknaðarføringin av at fáa útlendskar íløgur í Íslandi verður styrkt Sum longu nevnt er fremsti vinnuframastovnurin undir íslendska vinnumálaráðnum Iðntæknistofnun, sum Menningarstovan hevur havt nógv samband við, m.a. hevur hon fingið íblástur til Kvinnur í vinnu og hevur Menningarstovan eisini hugt at teirra klekingardepli. Hetta er tøkniligur stovnur, ið hevur arbeitt við at leggja saman við eitt nú Rannsóknarstofnun Byggingarinnar. Umframt tøkniligar tænastur til vinnuna verður stórur dentur lagdur á nýskapan og íverksetan. Útflutningsráð Íslands, Icetrade, er annar samstarvsstovnur í Íslandi, sum Menningarstovan hevur havt nógva samvinnu við, og sum hevur bjóðað Menningarstovuni við í mong samstørv við onnur útflutningsráð og samvinnu um atgongd til upplýsingarbankar, skeið o.a. Útflutningsráðið hevur verið skipað við lóg við inntøkum frá vinnuni, og meirilutin í ráðnum eru vinnulívsfólk. Nevnast kann eisini ”Nýsköpunarsjóður atvinnulífsins” (Nýskapanargrunnin). Grunnurin er sjálvstøðugur stovnur undir ríkinum. Umsjón við honum hevur vinnumálaráðharrin. Ríkiskassin ber ikki ábyrgd av skuldbindingunum hjá grunninum. Grunnurin minnir nakað um Framtaksgrunnin hjá okkum. Endamálið hjá grunninum er at stuðla uppbygging og vøkstri í íslendska vinnulívinum við at taka lut í nýskapandi verkætlanum og stuðla menningarætlanum. Loyvt er grunninum at veita partapening ella lán. Grunnurin kann veita fígging uttan aðra serstaka trygd enn hana, sum frammanundan er í verkætlanini. Í lógini um grunnin er tilskilað, at hann skal leggja dent á at stuðla nýskapan og skapa vinnuverksemi serliga á bygd. Grunnurin eigur eisini í fleiri fyritøkum, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðarøkið 7.1.4. Grønland Á heysti 2003 fór Grønland undir at broyta bygnaðin í sínari vinnuframaskipan. Tvey feløg vóru, Sulisa A/S, ið var ein menningarstova fyri vinnu á landi, og Greenland Tourism, ið, sum navnið sigur, var grønlendska ferðaráðið. Umframt at ráðgeva vinnu á landi um tøkni, útflutning, leiðslu og búskap, var Sulisa A/S eisini eitt venturefelag, t.e. tað kundi stuðla verkætlanum og nýggjum fyritaksemi. Árliga játtanin var bert 5,0 mió. kr., men størsta avbjóðingin hjá felagnum var, at tað helt til í Maniitsoq (Sukurtoppinum). Grønlendska ferðaráðið, Greenland Tourism, skuldi ráðgeva, kunna um, marknaðarføra og menna ferðavinnuna í Grønlandi. Tað helt til í Nuuk og hevði árliga játtan upp á 20,0 mió. kr. Ráðgevingarparturin hjá Sulisa A/S kundi illa verða røktur úr Maniitsoq, og við broytingini av vinnuframaskipanini er hesin partur lagdur til nýggja stovnin í Nuuk, Grønlands Turist og Erhvervsråd A/S, við árligari játtan upp á 25 mió. kr. umframt 35 mió. kr. at brúka yvir nøkur ár til serlig útbúgvingar- og menningartiltøk. Høvuðsmálbólkarnir hjá GTE eru íverksetarar og smærri fyritøkur innan vinnur á landi og so sjálvsagt ferðavinna. Greenland Venture A/S 20/22 Vinnumálaráðið (Sulisa) er framvegis í Maniitsoq, men skal nú serliga taka sær av fíggingarráðgeving, kapitalútvegan og virka sum venture grunnur. Tilgongdin til nýggju skipanina og feløgini hevur eftir tí, sum frættist gingið stak væl og hevur havt breiða politiska undirtøku, og Grønlands Turist og Erhvervsråd letur væl at gongdini higartil og vónunum frameftir. Enn er kanska nakað tíðliga at meta um veruliga úrslitið. Í hvønn mun virksemið hjá Greenland Venture hevur eydnast er ikki frætt, men í báðum fyritøkum verður sera nógvur dentur lagdur á at menna verandi starvsfólk við útbúgvingartilboðum, har kravið er, at tey skulu fara undir fakliga mennandi og akademiskar útbúgvingar, og at øll starvsfólk skulu vera 100 % tvímælt umframt dugnalig í enskum. 21/22 Vinnumálaráðið Arbeiðsbólkurin hevur undirskrivað hesa frágreiðing í Tinganesi tann 4. september 2006 Kjartan Kristiansen Per Hansen ___________________________ _______________________ Ólavur Arge Niels Winther ____________________________ _______________________ Kitty May Ellefsen ____________________________ 22/22