SAMFERÐSLUÆTLAN 2008-2020 2. partur: Heildarætlan HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 SAMFERÐSLUÆTLAN 2008-2020 – SEINNI PARTUR Seinni partur fevnir um ítøkiliga arbeiðið at fremja 12 ára ætlanina frá 2008 til 2020. Peningur er grundleggjandi treytin fyri, at hetta skal eydnast, og fíggjarætlanin hevur tí ein umráðandi leiklut í viðgerðini av teimum stóru verkætlanunum. Sum nevnt í fyrra parti - Strategiskjalinum, so hava fleiri viðurskifti stóran týdning fyri undirstøðukervi okkara, um tað skal virka nóg væl við teimum treytum, sum eru nú og í næstu framtíð. Í hesum parti taka vit afturíaftur og viðgera ymsu málini nærri. Útvaldar verkætlanir, ið kosta meiri enn 10 mió. kr. í verklagsútreiðslum, verða úrtøkumettar, t.e., at hugt verður at, hvussu nógva nyttu samfelagið fær burtur úr íløgum sínum. Á nógvum økjum ber til at bøta um ferðslutrygdina og ferðsluumhvørvið – onnur øki kunnu bíða, men verða hesi tikin við sum natúrligur lutur í heildarætlanini, sum frá líður. Tíðin elur altíð nýggj krøv, nýggjar møguleikar og nýggjar avmarkingar, og hetta má ein taka støðu til, so hvørt sum undirstøðukervið verður dagført. Tí er neyðugt við støðugari ráðlegging, har ein fylgir við tíðini og dagførir ætlanir sínar, tá ið tørvur er. Heildarætlanin lýsur: - á hvønn hátt, grundað á strategiskajlið, undirstøðukervið verður skipað, og grundað á hetta skjal verður mælt til loysnir. - hvørjar smærri íløgur eiga at verða gjørdar - íløgurnar eru raðfestar við atliti at grundreglurnar fyri raðfestingunum í strategiskjalinum. Ov lítið av peningi hevur verið avsett til sumt viðlíkahald, eitt nú av brúm og tunlum, og hetta fer at kosta meirútreiðslur, tí er neyðugt at økja játtanina til viðlíkahald, samstundis sum peningur verður settur av til umvælingar vegna vantandi viðlíkahald. Hvat viðvíkur landsátøkum sum at gera ferðafólkavegir (sóljuleiðir), súkklubreytir og reiðgøtur, skuldi ein líkinda skelting verið nóg mikið at byrja við. Síða 3 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 INNIHALDSYVIRLIT SAMANDRÁTTUR.................................................................5 1. NÆRRI KANNINGAR AV VERANDI STØÐU....................7 1.1. Bústaðarmynstur...............................................................8 1.2. Ferðslumynstur og –vøkstur..........................................9 1.3. Krøv til vegir, uppmáting av landsvegakervinum...11 1.4. Støðumeting av landsvegakervinum .........................16 1.4.1. Flytføri og framkomuleiki.......................................... 17 1.4.2. Ferðsluumhvørvið ..................................................... 17 1.4.3. Ferðslutrygd ............................................................... 18 1.5. Kortlegging av ferðsluóhappum .................................19 1.6. Býtislykil fyri játtanini til flutningskervið ..................22 2. ÍLØGUR Í VEGAKERVIÐ.................................................23 2.1. Útbygging av vegakervinum ........................................24 2.2. Verkætlanir orsakað av vantandi viðlíkahaldi .........39 2.3. Ferðslu- og trygdartiltøk................................................43 2.4. Høvuðsvegakervið ..........................................................44 7. FERÐAFÓLKALEIÐIR OG GØTUR ................................65 7.1. Sóljuleiðir .......................................................................... 65 7.2. Gøtur at ganga, súkkla og ríða á................................. 66 8. ÍLØGUÆTLAN 2008-2020...............................................68 9. FRAMTÍÐAR SAMFERÐSLURÁÐLEGGING..................70 FYLGISKJAL 1: Støðumeting av landsvegakervinum FYLGISKJAL 2: Kostnyttu rokning og greining av avleiðingum FYLGISKJAL 3: Kort av landsvegakervinum FYLGISKJAL 4: Støðumeting og heildarætlan fyri sjóvegis farleiðirnar 3. ÍLØGUR Í HAVNIR OG FERJUR.....................................46 4. ÍLØGUR Í FLOGVALLIR OG TYRLUPALLAR................54 5. SERLIGAR ÍLØGUR........................................................57 6. ÍLØGUR Í INFRAKERVIÐ FYRI FELAGSFERÐSLU ......59 6.2. Farstøðir til ferðslu millum heim og arbeiðspláss .64 Síða 4 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 SAMANDRÁTTUR Samanhangur og bygnaður í samferðsluætlanini Langtíðarráleggingin av samferðslukervinum er bygd upp av tveimum samanhangandi skjølum fyri tíðarskeiðið 2008-2020. Skjølini eru: 1. Strategiski parturin, har greiða fæst á atlitum, hagtølum, tørvi og ráki, sum hava munandi ávirkan á ráðleggingina, umframt at málini og raðfestingargrundarlagið fyri hetta 12 ára skeiðið verða lýst. 2. Heildarætlanin, har uppskot til ítøkiligar verkætlanir næstu 12 árini verða lýst við fyrimunum og vansum og raðfest. Høvuðsinnihaldið í heildarætlanini Heildarætlanin byggir á nærri kanningar av verandi støðu í samferðslukervinum umframt á tey mál, ið sett eru í strategiskjalinum. Skjalið er uppbygt soleiðis, at sjálvar kanningarnar, sum gjørdar eru, eru í fylgiskjølum, meðan íløgurnar, sum eru valdar at gera út frá kanningunum, eru í sjálvari Heildarætlanini. Heildarætlanin er ein íløguætlan, har íløgur í samferðslukervið eru viðgjørdar. Tíðarskeiðið, samferðsluætlanin fevnir um, er 20082020. Játtanin til vegakervið er býtt sundur í 4 yvirskipaðar partar, eftir býtislyklinum: 58% til íløgur, 28% til viðlíkahald, 8% til umvæling vegna vantandi viðlíkahald og 6% til ymisk ferðslu- og trygdartiltøk. Íløgur Nakrar verkætlanir eru í gongd og hesar vera gjørdar lidnar, fyri at nytta sum skjótast kann fáast burtur úr hesum íløgum. Nýíløgur verða gjørdar í landsvegakervið grundað á eina støðumeting av kervinum (fylgiskjal 1), eina uppmáting av kervinum (fylgiskjal 3) og annars kanningar av ferðslumynstri og ferðsluóhappum. Tær verkætlanirnar, sum eru valdar út frá hesum kanningum, eru viðgjørdar í eini kostnyttukanning og greining av avleiðingum (fylgiskjal 2). Niðurstøðan er, at burtursæð frá Eysturoyartunlinum, loysir seg ikki at gera nakra av verkætlanunum, um bert var hugt at kostnyttukanningini. Onnur atlit gera tó, t.d. at verandi farleið er ein forðing fyri trivnaði og menning í økjunum, at mælt verður til at gera hesar verkætlanir. Kostnyttukanningin og greiningin av avleiðingunum verður nýtt til at meta um, hvør loysn eigur at vera vald í hvørjum einstøkum føri. Ein íløga er, at høvuðsvegakervið verður stovnað. Hetta umfatar, at høvuðsvegirnir verða stikaðir av fyri kríatúrum og seyðasmogur verða gjørdar, har hetta er neyðugt. Høvuðsvegakervið verður stovnað fyri at knýta landið saman við eini tryggari og smidligari farleið við sera góðum framkomuleika. Síða 5 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Viðlíkahald Viðlíkahaldið er sett at vera 28 % av samlaða fíggjarkarminum. Fyrr hevur viðlíkahald ikki verið raðfest nóg frammalaga, tí er flutningskervið afturútsiglt og tørvur er á stórum umvælingum vegna vantandi viðlíkahald. Hetta er nógv kostnaðarmiklari fyri samfelagið enn eitt skipað viðlíkahald. Eitt atlit frá strategiskjalinum er, at viðlíkahaldið altíð verður hugsað inn í alla ráðlegging, sum ein fastur partur av øllum verkætlanum. Umvæling vegna vantandi viðlíkahald Orsakað av at víðlíkahaldið ikki hevur verið raðfest nóg ovarlaga, er talan um ávísar umvælingar og dagføringar, serliga av brúm og tunlum, men eisini av restini av flutningskervinum. Ferðslu- og trygdartiltøk Ferðslan og ferðslumynstri broytist allatíðina, soleiðis at neyðugt er við ymiskum tiltøkum, ábótum, tillagingum ella umbyggingum av flutningskervinum, fyri at tað skal kunna nøkta tørvin á tryggum og virknum flutningi. Talan er vanliga um minni tiltøk og umbyggingar, sum verða raðfest út frá metingum av tørvi og trupulleikum. Kanningar av, hvar á vegakervinum óhapp henda, er ein partur av hesi tørvskanning. Ferðafólkaleiðir og gøtur verða so líðandi útbygd sum partur av hesum ferðslutiltøkum. Felagsferðsla Felagsferðslan á landi er viðgjørd, og mælt verður til at gera nøkur ávís størri og smærri ferðsluknútapunkt, harumframt eru nevndar íløgur í t.d. busslummar og skýli. Sjóvegis farleiðirnar eru viðgjørdar (fylgiskjal 4), og mælt verður til nýíløgur í ferjur. Dentur verður lagdur á ferðatíð, høgleika og fleksibilitet. Harumframt verður mælt til at skilja ferðafólka- og farmaflutning. Havnir Íløgur verða gjørdar í nýggjar havnir og tillagingar gjørdar á verandi havnir, har tørvur er á tí, serliga í sambandi við at nýggjar ferjur verða tiknar í nýtslu á farleiðini. Loftvegis flutningur Flogvallakanningarnar umfata kanningar av møguligum alternativum flogvøllum. Undir serligum íløgum er útbyggingin av flogvøllinum í Vágunum. Tyrlupallarnir verða útbygdir eftir tørvi, serliga í sambandi við at gera tað gjørligt at lenda í myrkri. Íløguskjal Aftast í Heildarætlanini er ein talva við øllum hesum tilmælum um íløgur í samferðslukervið. Samferðslurálegging At enda í Heildarætlanini verður viðgjørt, hvussu víðari ráðleggingin í sambandi við Samferðsluætlanina skal fara fram. Nær og hvussu ætlanirnar skulu viðgerast og takast fram aftur til viðgerð. Síða 6 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1. NÆRRI KANNINGAR AV VERANDI STØÐU Endamálið við samferðslukervinum er at knýta landið saman, so flutningur kann fara fram millum ymisku økini í landinum á ein tryggan og effektivan hátt, soleiðis at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv. Til tess at røkka hesum endamálið er neyðugt at kenna búsetingarmynstrið, ferðslumynstrið og støðuna á samferðslukervinum. Vaksandi ferðslan og krøvini um flytføri og framkomuleika, hava við sær eina røð av krøvum um út- og umbyggingar av samferðslukervinum. Av tí at talan aloftast er um stórar íløgur, tá samferðslukervið skal útbyggjast, er umráðandi at røttu loysnirnar vera valdar, so størst møgulig nytta fæst fyri íløgurnar. Íløgur í útbygging av undirstøðukervinum eru tí gjørdar eftir tí fýrastreingjaðu skipanini, sum er lýst í strategiskjalinum. Soleiðis vera møgulig tiltøk raðfest: 1. Tiltøk, ið kunnu ávirka flutningstørv og flutningshátt. T.d. skipan av pendlarum, menning av felagsferðsluni og staðfesting av ferðsluknútapunktum. 2. Tiltøk, sum á virknan hátt nýta verandi vegakervi og verkløg. T.d. at økja framkomuleika og trygd við m.a. broyttari vegamerking og skelting. Eisini kann hetta gerast við t.d. at økja túratalið hjá ferjum. 3. Avmarkaði umbyggingartiltøk. T.d. at byggja rundkoyringar og krúpispor, at umbyggja ferjur og líknandi minni inntriv. 4. Nýggjar íløgur og størri broytingartiltøk. T.d. nýggjar vegir, tunlar, havnir og ferjur. Tá ið ein trupulleiki á eini farleið verður lýstur, verður fyrst kannað um flutninghátturin ella –tørvurin kann broytast. Um hetta ikki loysir trupulleikan, so verður farið til næsta stig, sum er at kanna um verandi kervið kann nýtast á meiri virknan hátt. Um hetta heldur ikki ber til, so verður fari til avmarkaði umbyggingartiltøk og at enda, um einki av omanfyrinevndu tiltøkum kunnu loysa trupulleikan, verða nýggjar størri íløgur gjørdar. Á hendan hátt fæst sum mest fyri pengarnar, og lýsti trupulleikin verður loystur fyri minst møguligar útreiðslur. Í summum førum kann ein størri íløga tó geva størri samfelagsnyttu. Síða 7 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.1. Bústaðarmynstur Eins og aðrastaðni eru búplássini í Føroyum ógvuliga ymisk til støddar – alt frá Koltri við tveimum fólkum, til Havnina við 12.500 íbúgvum, Argir og Hoyvíkin frátald. Á 101 støðum búgva færri enn 1.000 fólk, og á 9 støðum búgva fleiri enn 1.000. Landspolitiskur vilji hevur verið, at koyrandi skal vera til allar bygdir, har landfast er, og hesin setningur er nú framdur, eisini er fast samband millum nakrar av oyggjunum framt. Summstaðni eru bygdir og býarpartar eisini vorðin sjálvstøðugar heildir, og hetta gevur orsøk at seta sær nýggj framtíðarmál. Eitt av hesum málum er eitt samanhangandi landsveganet, har eingir kommunalir vegir eru ímillum. Til tess er neyðugt at gera nýggjar vegir uttan um bygt øki. Eitt slíkt landsveganet hevði havt við sær eina javngóða viðgerð av yvirskipaða vegakervinum. Kort: • Mynd 1: Bústaðarmynstur, býar- og bygdastøddir • • • Búpláss við 2 til 100 íbúgvum (ávikavist 33, 66 og 100 íbúgvum) Búpláss við 100 til 500 íbúgvum (ávikavist 166, 333 og 500 íbúgvum) Búpláss við 500 til 1.000 íbúgvum (ávikavist 330, 660 og 1.000 íbúgvum) Búpláss við 1.000 til 15.000 íbúgvum (ávk. 5.000, 10.000 og 15.000 íbgv.) Síða 8 Ferðslutølini eru ÁFS – ársmeðalferðsla um samdøgri HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.2. Ferðslumynstur og –vøkstur Ferðslan á landsvegakervinum hevur verið støðugt vaksandi seinastu mongu árini. Hetta setur krøv til viðlíkahald og útbyggingar á vegakervinum. Framrokningar av ferðsluni verða gjørdar út frá upplýsingar um ferðslutøl, vegakervið, hall á vegnum, hámarksferð, brúkaragjøld, tal á akførum, tal á íbúgvum, tal á arbeiðsplássum og tal á fólki, sum ferðast millum bygdir til arbeiðis (pendla). Tá nýggjar farleiðir verða gjørdar, broytist ferðslumynstrið; t.d. kann ein vegaútbygging, sum gevur styttri ferðatíð millum nakrar bygdir, hava við sær, at fleiri túrar verða gjørdir millum hesar bygdir. Somuleiðis kunnu íløgur í nýggjar farleiðir hava við sær negativar avleiðingar fyri ferðsluna á øðrum økjum, har ferðslutrygdar- og orkuføristrupulleikar kunnu gerast á verandi vegakervi. Framrokningar kunnu eisini gerast av ferðsluni á nýggjum farleiðum, so hædd kann takast fyri broytta ferðslumynstrinum, tá útbyggingar verða ráðlagdar. Fyri ymiskar linjuføringar ella plaseringar av vegum ella tunlum kunnu somuleiðis ferðsluframrokningar gerast fyri at kanna, hvussu ferðslan broytist av teimum ymisku loysnunum. Hetta verður gjørt fyri at finna bestu loysnirnar, so mest møgulig nytta fæst burtur úr gjørdu íløgunum. Mynd 2: Væntað broyting í ferðslumynstrinum 2005 – 2020 Ferðsluframrokningar hava ein týðandi lut í ráðleggingararbeiðinum í sambandi við út- og nýbygging av samferðslukervinum. Síða 9 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Mynd 3: Ferðslan 2005 (ÁFS) (isv. ferðsluframrokningar) Mynd 4: Ferðslan 2020 (ÁFS) (isv. ferðsluframrokningar) Síða 10 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.3. Krøv til vegir, uppmáting av landsvegakervinum Í Føroyum eru, orsakað av teimum landafrøðiligu viðurskiftunum, nakrar avmarkingar fyri, hvar vegir kunnu gerast. Verandi vegakervið er ofta merkt av landafrøðini og teimum tøkniligum møguleikunum og avmarkingunum, sum vóru, tá ið vegirnir upprunaliga vóru bygdir. Tá ið ætlanir verða gjørdar um nýggjar vegir, eru nøkur vegatøknilig viðurskifti, ið eru serliga týdningarmikil. Hesi eru hallið á vegnum, hæddin, bogar, íbindingar o.a. Grundarlagið fyri at leggja og dagføra landsvegir er norðurlendskir normar, serliga teir norsku, ið vera hildnir at hóska til viðurskiftini í Føroyum. Sum partur av ráðleggingini av landsvegakervinum er alt landsvegakervið mált upp í plankoordinatum og hædd. Hesar dátur gera tað gjørligt at fáa eitt yvirlit yvir verandi vegakervið, og verða nýttar at finna trupulleikar og støð, har vegirnir ikki lúka settu krøvini ella ikki hóska til tørvin á farleiðini í dag. Uppmátingin verður nýtt í ráðleggingini av t.d., hvar neyðugt verður at gera eyka koyribreyt til tunga ferðslu (krúpispor), og hvar verandi vegur er ov smalur til ferðsluna í dag. Mynd 5: Hædd á vegum Hædd á vegum í metrum í metrum 0 - 50 50 - 100 100 - 200 200- Síða 11 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Á mynd 5 sæst hæddin á vegunum á øllum vegakervinum í dag. Flestu vegirnir liggja í láglendi, men nakrir høgtliggjandi vegir eru í landsvegakervinum. Veðurlagið hevur serliga stóra ávirkan á ferðsluna á vegum, sum liggja høgt. Kavi, hálka og vindur kunnu gera, at høgtliggjandi vegir ikki kunnu nøkta flutningstørvin á farleiðini, serliga tunga ferðslan verður avmarkað av hesum. Í framtíðar vegaføringum verður miðað móti, at vegirnir, so vítt møguligt, liggja í láglendi við so fáum brekkum sum gjørligt. Longdarhallið á vegnum vísir, hvar brekkkur eru. Miðað verður ímóti, so vítt gjørligt, ikki at gera vegir við meira enn 70 promillum í longdarhalli. Mynd 6 vísur longdarhall á landsvegakervinum. Á mynd 7 er vegurin um Gøtueiði vístur, sum dømi um farleið við stórum longdarhalli á vegabreytini. Í fylgiskjali 3 eru nágreinilig kort við uppmátingum av landsvegakervinum. Mynd 6: Longdarhall á vegum í promillum Hall á vegum í promillum 0 - 70 70 - 100 100 - Síða 12 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Út frá uppmátingini av vegunum kann linjuføringin kannast, so yvirlit kann fáast yvir, um vegakervið fylgir nýggju krøvunum til hall og bogar, sum sett vera til ferðina á vegateininum. Onnur atlit (t.d. bygt økið, sýnið og fastir lutir við vegin) kunnu tó gera at hámarksferðin á teininum ikki er tann sama, sum vegabygnaðurin og linjuføringin kunnu benda á. Mynd 7 Longdarhall á vegnum um Gøtueiðið í promillum Síða 13 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Krøv til tunlar. Tá ið talan er um tunlar, er tað serliga tey jarðfrøðiligu viðurskiftini, ið seta avmarkingarnar. Ógvuliga nógvir trupulleikar hava víst seg at vera í sambandi við at halda tunlarnar, tí koyrast kann ikki í tunlunum, meðan arbeitt verður. Trygdarkrøvini seinastu árini eru sera nógv herd. At halda og dagføra verandi tunlar er fíggjarliga nógv tyngjandi í mun til vegir annars. Landsverk hevur tí ta greiðu fatan, at tunlar eiga bert at verða gjørdir, har onnur loysn ikki kann gerast nøktandi. Í grannalondum okkara, serliga í Noregi, verður hugsað um at fara burtur frá at gera tunlar, har aðrir møguleikar eru; hetta orsakað av nýggjastu trygdarkrøvunum hjá ES. Hugsað verður heldur um at gera brúgvar (serliga um sund), hóast prísurin fyri meturin er umleið 3 ferðir so høgur, sum fyri tunlar (samanlagt verður prísurin fyri brúgvar ofta á leið hin sami, sum fyri tunlar, tí teinurin verður vanliga nógv styttri við brúm). Mynd 8: Veg breidd í metrum Síða 14 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Fjallatrygging Umráðandi er at byrgja fyri lopi, so at grót og annað ikki ryður oman á vegir og brýtur fyri sær. Hetta kann verða gjørt á ymsan hátt, alt eftir umstøðunum á staðnum. At grava veitir til at lofta grótinum er vanliga ein góð og bílig loysn. At seta upp net er annar háttur, sum stundum verður nýttur í Noregi, og sum vit eisini kunnu nýta, har fyrimunur er. Hetta er nakað dýrari, men eigur at verða umhugsað, har hin kosturin er at leggja vegir um ella at gera tunlar. Vandi fyri grótlopi Mynd 9: Øki har grót rýður oman á vegin. Síða 15 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.4. Støðumeting av landsvegakervinum Ein støðumeting er gjørd av øllum landsvegakervinum fyri at kanna, hvar trupulleikar vera mettir at vera. Úrslitini av kanningini eru í fylgiskjali 1. Út frá støðukanningini eru ymiskar størri og smærri verkætlanir valdar, sum hava størst týdning at fáa gjørdar. Kanningin umfataði eina lýsing av, hvar trupulleikar vóru við framkomuleika, ferðslutrygd, ferðsluumhvørvi og felagsferðslu (tyrlu- og ferjuflutningi). Í støðumetingini verður eisini tikið hædd fyri, at tørvurin er ymiskur, alt eftir ferðslunøgdini og slagnum á ferðslu. Framkomuleikin verður raðfestur ovast á høvuðsvegunum. Hetta merkir, at her skulu so fáar forðingar sum gjørligt verða, og við tíðini er ætlanin, at alt høvuðsvegakervið skal fara uttanum bygt økið; meðan á vegum við minni ferðslu kann flutningstørvurin vera nøktaður, hóast vegurin bert hevur eina koyribreyt. Mynd 8: Yvirlit yvir støðumetingina av landsvegakervinum Síða 16 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.4.1. Flytføri og framkomuleiki 1.4.2. Ferðsluumhvørvið Flytføri og framkomuleiki er møguleikin at flyta seg úr stað í stað, umframt dygdin og smidleikin á ferðini. Av trupulleikum í sambandi við flytføri og framkomuleika kunnu nevnast, at farleiðir ikki hóska til ferðsluna í dag, tvs. eru ótíðarhóskandi (ov smalir vegir og tunlar), mangla dagføring og viðlíkahald. Ferðsluumhvørvið er í hesum samanhangi, har trupulleikar eru av, at nógv gjøgnumkoyrandi ferðsla fer ígjøgnum bygt øki. Ferðslan býtir bygdina ella býin sundur, og trupuleikar eru hjá lokalu ferðsluni, tað verið seg við bili, súkklu ella fólki til gongu, og hetta virkar eisini sum ein forðing hjá gjøgnumkoyrandi ferðsluni. Best er heilt at skilja sundur lokalu og gjøgnumgangandi ferðsluna, hetta kann gerast hóast ferðslan fer gjøgnum bygt øki, men ferðslan kann eisini tryggjast við minni ferðslutrygdartiltøkum. Somuleiðis eru landafrøðiligu viðurskiftini viðgjørd, høgtliggjandi vegir við brekkum skapa trupulleikar fyri framkomuleikan a farleiðini, tí teir eru meira útsettir fyri ávirkan av veðurlagnum. Trupulleikar eru eisini av gróti á vegunum og í summum førum av, at gamlir vegir seta seg. Hetta ávirkar bæði framkomuleikan og trygdina. Síða 17 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.4.3. Ferðslutrygd Ferðslutrygdin er eisini viðgjørd í støðukanningini. Kannað er, hvar óhapp henda fyri at finna truplar vegateinar og vegamót. Kanningarnar av óhappum byggja á tær frágreiðingarnar, løgreglan ger í sambandi við ferðsluóhapp. Orsøkirnar til óhappið eru bólkaðar út frá somu frágreiðingum. Orsøkirnar eru bólkaðar soleiðis: seyður, ov nógv ferð, hálka, rúsevnakoyring og annað. Nógv óhapp eru orsakað av, at seyður er á vegnum. Umframt frágreiðingarnar frá løgregluni eru tøl fingin til vega frá tryggingarfeløgunum, sum vísa, at umleið 3 ferðir so nógv óhapp við seyði á vegnum verða meldað til tryggingarfeløgini, enn frágreiðingarnar hjá løgregluni vísa. Hetta gevur eina mynd av, hvussu stórur hesin trupulleiki er. Tal av óhappum orsakað av seyði er: Ár Boðað frá til tryggingarfeløgini 2002 128 2003 117 2004 137 2005 153 í meðal 134 Skrásett hjá løgregluni 67 26 36 48 44 Mynd 9: Ferðsluóhapp á landsvegunum 2000 - 2005 Síða 18 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 1.5. Kortlegging av ferðsluóhappum Kortlegging og greiningar av ferðsluóhappum er ein fortreyt fyri fáa yvrilit yvir, hvar trupulleikar eru, so at íløgur ella ábøtur verða gjørdar, har mest tørvur er á tí. 0 - 10 óhapp 11-20 óhapp 21-30 óhapp Verandi hagtøl um ferðsluóhapp, eru ikki nøktandi, t.d. er staðið, har óhappið hendi, ikki staðfest við koordinatum, men bert við staðarnøvnum, sum kunnu vera misvísandi. Orsøkin til óhappið og hvussu stórur skaðin var, eru heldur ikki heilt eintýdd skrásett. Aðrastaðni hava tey sokallaðar skaðanevndir, sum staðfesta veruligu orsøkina til hvørt óhapp. Ein arbeiðsbólkur arbeiðir við einum uppskoti um, hvussu hagtalstilfarið kann betrast. 31-40 óhapp 41-50 óhapp Fyri at fáa yvirlit yvir hvar flestu ferðsluóhappini henda, eru óhappini 2000 – 2005 býtt sundur á vegateinar, mynd 10. Kortið vísir, hvørjir vegateinar hava flest óhapp, og kortið vísir, at talan er um vegir við nógvari ferðslu. Ymisk mát kunnu gerast fyri, út frá óhapshagtølum, at lýsa ferðslutrygdina á landsvegakervinum. Felags fyri øll er, at talið av óhappum verður sett í mun til sannlíkindini fyri einum óhappi, ella hvussu útsettur ein er fyri at verða úti fyri einum óhappi, tvs. í mun til koyrdar kilometrar (ferðsluarbeiði) og longdina á vegateininum. Mest nýttu mátini fyri óhapsvandan (risiko) eru: − óhapstættleiki og − óhapstíttleiki Mynd 10: Ferðsluóhapp 2000 – 2005 býtt á vegateinar Síða 19 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Óhapstættleikin er talið á óhappum um árið fyri kilometurin, og hetta er eitt mát fyri vandan á júst hesum vegateininum. Hetta verður serliga nýtt fyri at finna truplar vegateinar, sum hóskandi kann verða at gera ábøtur ella tiltøk á. Landsmiðaltalið fyri óhappstættleikan er roknað til: 0,73 óhapp/árið/km 3 – óhapp/árið/km 2-3 óhapp/árið/km 1,5-2 óhapp/árið/km 1-1,5 óhapp/árið/km 0,73-1 óhapp/árið/km 0-0,73 óhapp/árið/km Mynd 11: Óhapstættleiki (óhapp/árið/km) Kortið á mynd 11 vísir óhapstættleikan, talið á óhappum í mun til longdina á vegateinunum. Á kortinum sæst, at strekkini við flestum óhappum í mun til longdina á strekkinum eru: - Vegurin frá Gøtudali, gjøgnum Gøtugjógv og til Syðrugøtu (6 ferðir so nógv sum landsmiðaltalið) - Vegurin millum Tórshavn og Kollafjarðartunnilin (5 x miðal) Síðani koma: - Norðskáli (4 x miðal) - Leynatunnilin (3 x miðal) - Árnafjarðartunnilin og tunnilsvegurin (3 x miðal) Síða 20 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Óhapstíttleikin er talið á óhappum fyri koyrdar kilometrar um árið, t.e. hvussu nógv óhapp henda í mun til ferðslunøgdina. Kortið á mynd 12 vísir óhapstíttleikan. 6 – óhapp/árið/mió km 4-6 óhapp/árið/mió km 3-4 óhapp/árið/mió km 1,8-3 óhapp/árið/mió km 1-1,8 óhapp/árið/mió km 0-1 óhapp/árið/ mió km Óhapstíttleikin er roknaður út sum, tal av óhappum á vegateininum, býtt við tal av árum, býtt við ferðsluarbeiðinum. Ferðsluarbeiðið er ársmiðalferðslan um samdøgri x 365 x longdini á vegateininum, í útrokningini verður miðaltalið fyri ferðsluarbeiðið seinastu 6 árini nýtt. Landsmiðaltalið fyri óhapstíttleikan (2000-2006) er roknað til: 1,8 óhapp/árið/mió. koyrdar km Strekkini, har mest óhapp henda í mun til ferðslunøgdina, eru: - Árnafjarðartunnilin (4 ferðir landsmiðaltalið) - Hvannasundstunnilin (2 x miðal) - Vegurin Klaksvík-Strond(2-3 x miðal) - Viðareiðisvegurin (sunnari partur) (2 x miðal) - Oyndarfjarðarvegurin(2 x miðal) - Vegurin til Skarvanes (4 x miðal, sera lítil ferðsla) - Vegurin um Hovseggina (3 x miðal) - Vegurin gjøgnum Trongisvágsdal(2 x miðal) Hendan kanningin gevur eitt yvirlit yvir, hvar møguligir trupulleikar eru. Tá íløgur skulu gerast undir Ferðslu og trygdartiltøk (kap. 2.3), eigur ein nágreiniligari kanning at verða gjørd, har hugt verður eftir, hvørjum eistøkum staði/strekki, har trupulleikar eru. Mynd 12: Óhapstíttleiki (óhapp/árið/mió koyrdar km) Síða 21 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Núverandi býtislykil 1.6. Býtislykil fyri játtanini til flutningskervið Trygdartiltøk 1,3% Í dag (2007) er játtanin býtt eftir býtislyklinum Íløgur 68,0 % Hald 30,7 % Trygdartiltøk 1,3 % Hald 30,7% Nýgerð 68,0% Tilmæltur býtislykil Trygdartiltøk 6% Haldið er afturúrsiglt, og tá ið tað er dýrt at umvæla, ístaðin fyri at viðlíkahalda, eigur kervið, sum er afturútsiglt, at umvælast sum skjótast við størri játtan, enn viðlíkahaldið rúmar. Skotið verður tí upp, at játtanin verður býtt sundur í 4 yvirskipaðar partar, eftir býtislyklinum: 58% til íløgur, 28% til viðlíkahald, 8% til umvælingar av tí, sum er afturútsilgt og 6% til ferðslu- og trygdartiltøk Umvælingar 8% Hald 28% Nýgerð 58% Síða 22 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 2. ÍLØGUR Í VEGAKERVIÐ Grundað á millum annað støðugreiningina av vegakervinum eru tær mest umráðandi verkætlanirnar valdar út. Tær av hesum verkætlanum, sum eru mettar at verða mest aktuellar, eru viðgjørdar í eini kostnyttukanning og í eini meting av avleiðingunum av teimum. Verkætlanirnar, sum vóru hildnar at vera mest átrokandi, eru raðfestar fremst og viðgjørdar fyrst, hinar verkætlanirnar, sum ikki eru eins átrokandi verða kannaðar nærri seinni. Væntandi vera verkætlanirnar, sum eru raðfestar fremst, gjørdar fyri 2015 og hinar, sum eru raðfestar seinni, verða eisini gjørdar seinni. Verkætlanirnar eru viðgjørdar á tann hátt, at fyrst er trupulleikin lýstur, síðani eru fleiri uppskot til loysnir viðgjørd eftir fýrastreingjaðu skipanini. Kostnyttukanningar vera gjørdar av útvaldum verkætlanum, har íløgan er størri enn 10 mió. kr. Allar kanningarnar eru i fylgiskjali 2. Har eru grundgevingarnar fyri valdu loysnunum at finna. Tær minnu verkætlanirnar úr støðumetingini eru ikki raðfestar, men eru í einum lista til trygdartiltøk. Hesar verkætlanir verða gjørdar, so hvørt tørvur og høvi er til tað. Tær vera tá ferðslugranskaðar, so besta loysnin verður vald í hvørjum einstøkum føri. Síða 23 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 2.1. Útbygging av vegakervinum Út frá ml.a. støðumetingini eru hesar farleiðir mettar at vera mest umráðandi at fáa dagførdar. Tær eru ótíðarhóskandi og virka sum forðingar á landsvegakervinum: - Vegurin til Tjørnuvíkar - Vegurin til Dals - Tunlarnir á Borðoynni - Hvalbiartunnilin - Vegurin um Sandarlíð Fyri at framtíðartryggja vegakervið er umráðandi at kanna, hvussu ferðslumynstrið broytist, og hvar ferðslutrupulleikar kunnu koma orsakað av hesum. Hetta kunnu ferðsluframrokningar verða við til at kortleggja. Høvuðsfarleiðirnar í landinum verða útbygdar fyri at tryggja framkomuleika, smidleika og at stytta ferðatíðina. Tá ið høvuðsfarleiðirnar verða útbygdar, viðførir tað, at ferðslumynstrið broytist og tørvur kann verða á, at avleiddar verkætlanir verða bygdar. Aktuellar útbyggingar av høvuðsfarleiðum eru: - Eysturoyartunnilin - Sandoyartunnilin Hesar íløgur eru so stórar, at tær verða viðgjørdar fyri seg undir kap 5. Serligar íløgur. Mynd 13:Útbygging av vegakervinum (ártøl fyri nær verkætlanin væntandi verður) Síða 24 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Omanfyrinevndu farleiðirnar eru viðgjørdar í kostnyttukanningini í fylgiskjali 2, har grundgevingarnar til valdu loysnirnar eisini er lýstar. Avleiddar verkætlanir av hesum útbyggingunum eru: - vegakervið á vestara armi á Skálafjørðinum (er um at vera liðugt) - vegur um Skálabotn - tunnil millum Gøtudal/Kambsdal og Skálafjørðin Hesar útbyggingar høvdu verið aktuellar, hóast Eysturoyartunnilin ikki var gjørdur, men tær eru enn meira umráðandi í sambandi við hendan. Aðrar verkætlanir viðvíkjandi framtíðartrygging eru: - Innkomuvegurin til Havnar, 1. partur - Innkomuvegurin til Havnar, 2. partur - Umkoyringarvegur um Klaksvík Nakrar verkætlanir eru í gongd og umráðandi er, at tær verða gjørdar lidnar, so nytta fæst burturúr íløguni. Hesar verkætlanir eru: - - Innkoyringin til Havnar (uml. 8000) Kollafjørður (Inni í Firði) (uml. 4500) Gøtugjógv (uml. 3900) Skipanes (uml. 3700) Sandavágur, Miðvágur (uml. 2500) Leirvík (uml. 2300) Innkoyringin til Klaksvíkar (uml. 1600) Útbyggingin av høvuðsvegakervinum umfatar, at ferðslan verður løgd uttanum bygt økið, ella ferðslutiltøk verða gjørd, sum gera at lokala og gjøgnumgangandi ferðslan ikki blandast. Gøtugjógv og Skipanes verða ikki á høvuðsvegakervinum, tá ið tunnil verður ml. Gøtudal/Kambsdal – Skálafjørðin. Í Leirvík er umkoyringarvegur í gerð. Innkoyringin til Havnar verður avlastað, tá ið Innkomuvegurin verður gjørdur. Innkoyringin til Klaksvíkar er ein nærum framsíðuleysur vegur uttan íbindingar. Í Kollafirði er nógv ferðsla gjøgnum bygt økið, og somuleiðis í Sandavági-Miðvági. Valt er at umbyggja hesar farleiðir, so ferðslan fer uttanum bygt økið, fyrst í Kollafirði, tí her er mest ferðsla, og síðani Sandavágur-Miðvágur. Innkomuvegurin til Havnar (1. partur) Vegurin til Akrar Vegurin um Skála-Strendir Vegurin um Leirvík Vegurin Klaksvík-Norðoyri Liðugtgerð av vegunum/tunlunum í Kallsoynni Á høvuðsvegakervinum (kap. 2.4) fer ferðslan gjøgnum bygt øki á niðanfyristandandi strekkjum. Ferðslan á hesum strekkjum er: Síða 25 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Lýsing Kostnaður Tjørnuvíkarvegurin Á vegnum eru trupulleikar av gróti og skriðulopum. At tryggja vegin við fjallatryggingarnetum, og við í støðum at útbyggja vegin við eini veit omanfyri vegin fyri at forða fyri at grót ríður oman á vegin. 9 mió kr. Ein dagføring av vegnum, sum umfatar at fleiri víkipláss vera gjørd, vegastokkur o.l. verður sett upp, kostar harumframt 22 mió kr. Valt er at fjallatryggja vegin beinanveg, og so dagføra hann seinni. Tá vegurin er fjallatryggjaður, eru ikki trupulleikar av gróti, sjálvur vegurin er hin sami, men í mun til ferðsluna á farleiðini er hetta ikki ein trupulleiki. < 1 ár (3 ár) Fjallatryggingin verður gjørd í 2008 Aðrar viðgjørdar verkætlanir Tunnil Tjørnuvík- Fjørðuglyvur (1360 m) og dagføring av vegnum (sí nærri viðgerð av hesi loysn í fylgiskjalið 2). 63 mió kr Síða 26 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Lýsing Kostnaður Dalsvegurin Á vegnum eru trupulleikar av gróti og skriðulopum. At tryggja vegin við fjallatryggingarnetum, og við í støðum at útbyggja vegin við eini veit omanfyri vegin fyri at forða fyri at grót ríður oman á vegin. 15 mió kr. Ein dagføring av vegnum, sum umfatar, at fleiri víkipláss vera gjørd, vegastokkur o.l. verður sett upp, kostar harumframt 24 mió kr. Valt er at fjallatryggja vegin beinanveg, og so dagføra hann seinni. Tá vegurin er fjallatryggjaður, eru ikki trupulleikar av gróti, sjálvur vegurin er hin sami, men í mun til ferðsluna á farleiðini er hetta ikki ein trupulleiki. < 1 ár (3 ár) Fjallatryggingin verður gjørd í 2008 Aðrar viðgjørdar verkætlanir Tunnil Dalur-Húsavík (3060 m) við tilhoyrandi vegum (sí nærri viðgerð av hesi loysn í fylgiskjalið 2). 125 mió kr Síða 27 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Lýsing/ Kostnaður Tunlarnir á Borðoynni Tunlarnir eru ótíðarhóskandi og eru ein forðing fyri menning í økjunum norðanfyri teir. At gera tveir nýggjar tunlar við umleið somu plasering sum verandi tunlar. Ein nýggjur tunnil frá Ánunum til Árnafjarðar og ein nýggjur tunnil millum Árnafjørð og Norðtoftir verða gjørdir og nýggir tilhoyarndi vegir bygdir. 233 mió kr.. Umkoyringarvegurin um Klaksvíkina (30 mió kr), men hann er ikki beinleiðis partur av verkætlanini. Byrgingin um Haraldsund treingir til ábøtur og liðugtger, er ikki partur av verkætlanini, men er hóskandi at gera samstundis, tí tilfarið til hetta arbeiðið verður tøkt, tá ið tunlarnir verða gjørdir. Farleiðin norður um Klaksvíkina til Hvannasunds er ein tíðarhóskandi tvíbreytað farleið. Byggitíðin til sjálvar tunlarnar er 4 ár. 1 ár frammanundan verður nýtt til fyrireikingar. Fyrireikingar í 2008. Tunlar og vegir 2009-2012. Aðrar viðgjørdar verkætlanir Tunnil Norðuri á Dal (3060 m), vegir báðumegin, dagføring av Árnafjarðartunlinum. Íalt 251 mió. Tunnil Klaksvík-Árnafjørður (3000 m), vegur í Árnafirði, tunnil Árnafjørður–Norðtoftir(2260 m). Íalt 292 mió. (sí annars fylgiskjal 2) Síða 28 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Lýsing Kostnaður Hvalbiartunnilin Tunnilin er ótíðarhóskandi og er ein forðing fyri menning í økinum norðanfyri hann, undirlendið undir tunnilsvegnum í Hvalba setur seg í støðum. At gera ein nýggjan tunnil við nýggum vegum báðumegin, í Hvalba kemur nýggi vegurin at liggja nógv lægri. 155 mió kr. Farleiðin verður tíðarhóskandi og tvíbreytað allan vegin. Byggitíðin fyri vegir og tunnil er 3 ár. Forkanningar í 2011-2012. Tunlar og vegir í 2013-2015. Aðrar viðgjørdar verkætlanir Dagføring og breiðkan av verandi Hvalbiartunli og vegum (sí viðgerð av hesi loysn í fylgiskjalið 2). 145 mió kr Síða 29 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Lýsing/ Kostnaður Sandarlíð Vegurin er ikki bygdur til verandi ferðslu, undirlendi undir vegnum er vánaligt, og í støðum rýður grót oman á vegin. At byggja ein nýggjan veg við umleið somu linjuføring sum nú, fjallatrygging við veit, har tørvur er á tí. Møguliga verður ein partur av farleiðini lagdur í ein tunnil (knappar 400 m). 31-40 mió kr. Farleiðin verður dagførd og hóskandi til ferðsluna í dag. 3 ár Ætlanin er at gera tað mest átrokandi komandi árini av játtanini fyri umvæling, meðan sjálv umbyggingin fer fram 2015-2020. Aðrar viðgjørdar verkætlanir Ein loysn er dagførdur/nýggjur vegur allan teinin gjøgnum Sandarlíð (31 mió kr). Ein onnur loysn er dagførdur/nýggjur vegur við einum stuttum tunli (380 m), um ein vegatein mitt í Sandarlíð, har vegurin er mettur at verða trupul at breiðka (40 mió kr). Síða 30 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Tunnil millum Gøtudal/Kambsdal og Skálafjørðin Framtíðartrygging av høvuðsfarleið. Ferðslan verður leidd uttanum Gøtueiði og bygda økið við Gøtugjógv. Styttir um høvuðsfarleiðina og liggur lágt. At byggja ein tunnil millum Gøtudal/Kambsdal og Skálafjørðin við tilhoyrandi vegum. Enn er ikki endalig støða tikin til, hvør loysn eigur at vera vald. Mælt verður til at kanna ferðslumynstrið um á farleiðini nærri, áðrenn støða verður tikin til, hvør linjuføring verður tilmæld. 171 mió kr Er avleidd av Eysturoyartunlinum. Farleiðin verður framtíðartryggjað og hóskandi til ferðsluna á høvuðsfarleiðini. 3 ár + 1 ár við forkanningum Forkanningar 2011 Tunnil og vegir 2012-2014 Síða 31 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Vegurin til Akrar Verkætlan í gongd. Vegurin ml. Lopra og Akrar er smalur og ótíðarhóskandi. Breiðking av landsvegi úr Lopra út á Akrar. 3 mió kr til liðugtgerð Verkætlanin er í gongd 2008-2009 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Umkoyringarvegur um Kollafjørð Útbygging av høvuðsvegakervinum. Høvuðsvegur við nógvari ferðslu gongur gjøgnum bygt øki Inni í Firði í Kollafirði. Umkoyringarvegur um bygda økið Inni í Firði í Kollafirði. 25 mió kr Høvuðsvegakervið uttanum bygt øki. 3 ár 2008-2010 Síða 32 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Innkomuvegurin til Havnar (1. partur Skarðshjalli – Oyggjarvegur) Verkætlan í gongd og framtíðartrygging. Orkuføristrupulleikar eru longu á vegnum inn til Tórshavnar. Innkomuvegurin er lagdur, so nógva ferðslan til Tórshavnar verður leidd uttanum býin og so inn í býin á ymiskum støðum. 64 mió kr til liðugtgerð Hóskandi vegur, sum býtir sundur ferðsluna til býin. Verkætlanin er í gongd 2008-2010 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Liðugtgerð av vegum og tunlum í Kallsoynni Verkætlan í gongd. Vegirnir og tunlarnir í Kallsoynni verða gjørdir lidnir, t.d. trygging av lofti, gera tunnilsportalarnar, bøta vegabreytir, seta upp vegastokk, ferðslutalvur og ávísingartalvur. 18 mió kr Lidnir tunlar og vegir. Verkætlanin er í gongd 2008-2010 Síða 33 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Vegurin Klaksvík-Norðoyrar Verkætlan í gongd. Vegurin verður útbygdur og dagførdur. 2,5 mió kr til liðugtgerð Hóskandi vegur til ferðsluna á farleiðini. Verkætlanin er í gongd 2008 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Vegurin um Leirvík Verkætlan í gongd. Vegur niðanfyri bygdina, sum leiðir gjøgnumgangandi ferðsluna uttanum bygt økið. 24 mió til liðugtgerð Hóskandi vegur til ferðsluna á farleiðini, og gjøgnumgangandi ferðslan á høvuðsvegakervinum fer uttanum bygt økið. Verkætlanin er í gongd 2008 Síða 34 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Skála-Strendir Verkætlanin er í gongd og er um at verða liðug. Útbygging av framtíðar høvuðsfarleið. At byggja ein umkoyringarveg um bygdirnar Skála og Strendir, sum ger, at ferðslan fer uttanum bygt økið. 4 mió kr. til liðugtgerð Farleiðin verður hóskandi til ferðsluna í dag og til høvuðsfarleiðina, tá Eysturoyartunnilin er bygdur. Vegurin er um at verða liðugur. 2008 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Vegur um Skálabotn Liðugtgerð av útbygging. Farleiðin um Skálabotn er einasti teinurin eftir vestara armi á Skálafjørðinum, ið ikki er dagførdur, og hesin virkar tí sum ein forðing á samlaða vegateininum. At byggja ein umkoyringarveg um Skálabotn, sum ger, at ferðslan fer uttanum bygt økið. 40 mió kr Farleiðin verður hóskandi til ferðsluna á høvuðsfarleiðini, tá Eysturoyartunnilin er bygdur. 2 ár 2011-2012 Síða 35 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Sandavágshálsur, Sandavágur, Miðvágur Útbygging av høvuðsvegakervinum. Høvuðsvegurin gongur gjøgnum bygt øki í Sandavági og Miðvági. Harumframt er strekkið høgtliggjandi og bratt um Sandavágsháls. Enn er eingin endalig loysn vald. Ymiskar linjuføringar við umkoyringarvegi og/ella tunli eru nevndar sum uppskot til loysnir (fylgiskjal 1). Umleið 100 mió kr Høvuðsvegakervið uttanum bygt øki, liggur lágt uttan brekkur. Avhongur av, hvør loysn verður vald 2018-2019 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Sandvíkartunnil Útbygging av vegakervinum. Tunnilin er ótíðarhóskandi, hædd og breidd á tunlinum ger, at stór akfør ikki kunna nýta farleiðina. Endalig loysn er ikki vald, nýggjur tunnil ella víðkan av verandi tunli. Umleið 100 mió kr Tíðarhóskandi farleið, eisini til stór akfør. 4 ár 2016-2019 Síða 36 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Farleiðin til Famjins Útbygging av vegakervinum. Vegurin er høgtliggjandi og brattur. Enn er eingin endalig loysn vald. Talan kann vera um at dagføra verandi veg, og gera ein stuttan tunnil um truplasta teinin. Umleið 40 mió kr Tíðarhóskandi og dagførd farleið. 3 ár 2015-2017 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Farleiðin til Viðareiðis Útbygging av vegakervinum. Partar av vegnum liggja í brattlendi og trupulleikar eru av, at grót rýður oman á vegin.. Enn er eingin endalig loysn vald. Arbeitt verður í løtuni við 3 ymiskum linjuføringum til gerð av tunli við nýggjum ella dagførdum vegum báðumegin við tunnilin. Umleið 120 mió kr Dagførd farleið, uttan grótlop og kavatrupulleikar. 3 ár 2015-2017 Síða 37 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Farleiðin til Vestmanna Útbygging av vegakervinum. Vegurin er í støðum brattur og nærum allan vegin høgtliggjandi. Ferðslan á vegnum er ávirkað av veðrinum. Enn er endalig loysn ikki vald. Talan kann vera um at gera ein tunnil á farleiðini, so sleppast kann undan verandi høgtliggjandi vegi. Um 300 mió kr Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Farleiðin til Gjáar Útbygging av vegakervinum. Vegurin liggur høgt, og er brattur. Ferðslan á vegateininum er ofta tarnað av kava. Enn er endalig loysn ikki vald. Talan kann vera um at gera ein tunnil á farleiðini, so sleppast kann undan truplasta teininum. Um 100 mió kr 2019 - 2019 - Síða 38 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 2.2. Verkætlanir orsakað av vantandi viðlíkahaldi Tær stóru íløgurnar, sum yvir fleiri ár eru settar í føst verkløg (anlegg), eru ikki sjálvvirkandi tryggjaðar ímóti niðurbróting. Fyri hvørja nýgerð skal roknast við peningi til at viðlíkahalda virðini í íløguni. Fyri at íløgur í samferðslukervið ikki skulu missa virðið, er alneyðugt, at viðlíkahald av verandi kervi verður raðfest á hædd við nýíløgur. Mest umráðandi verkætlanirnar viðvíkjandi vantandi viðlíkahaldi og dagføring eru: - Ábøtur á Brúnna um Streymin dagføring og umvæling av vegabrúm dagføring av tunlum ymiskir vegateinar (m.a. Sandarlíð og Selatraðarvegurin) Tá ið samferðslukervið skal útbyggjast, er umráðandi fyrst at tryggja og endurreisa verandi kervið. Hareftir er umráðandi, at viðlíkahaldið er á einum nøktandi støði, so verkløgini ikki missa virðið, tí hetta er nógv tann bíligasti hátturin at varðveita virðið á verandi verkløgum. Orsakað av, at viðlíkahald ikki hevur verið raðfest nóg frammaliga, eru ávisir teinar á landsvegakervinum afturútsilgdir. Mett verður, at samlaðu útreiðslunar fyri at endurreisa kervið eru umleið 250 mió kr. Árliga játtanin til viðlíkahald skal vera umleið 58 mió. kr fyri at varðveita núverandi virðir í vegakervinum. Stórar og dýrar ábøtingarverkætlanir kunnu roknast sum íløgur í samferðslukervið. Umráðandi er, at serlig játtan fæst til hesar verkætlanir, tí um tær fara av vanliga viðlíkahaldinum, verða aðrir partar av kervinum ikki viðlíkahildnir hóskandi. 12 mió. kr um árið verður mett hóskandi til serligt viðlíkahald. Síða 39 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Umvæling av Brúnni um Streymin Umvæling. Fyri at tryggja farleiðina er neyðugt at umvæla brúnna, dagføringin er ein so stór verkætlan, at hon er roknað sum ein íløga. Umvælingsarbeiðið verður gjørt yvir 2 ár, fyri ikki at tarna ferðsluni á leiðini, sum er ein høvuðsfarleið, meira enn neyðugt. 12 mió kr Dagførd brúgv Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Eftirkanning og umvæling av vegabrúm Umvæling. Vegakervið umfatar 300 vegabrýr, sum ikki eru viðlíkahildnar, sum tær eiga at verða, um livitíðin skal halda og sum mest fæst fyri íløguna. Skipa eftirkanning og dagføring/umvæling 100 mió kr (leysliga mett) Dagførdar brýr, og ein støðumeting av verandi vegabrúm, skipað viðlíkahald. Leypandi 2008-2020 2 ár 2008-2009 Síða 40 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Dagføring av 4 tunlum Umvæling. Dagføring av teimum fýra tunlunum, sum eru á høvuðsvegakervinum, og hava mest ferðslu. Talan er um Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Kollfjarðatunnilin og Leirvíkartunnilin. Dagføring, so tunlarnir liva upp til tey settu krøvini í dag. Eisini viðvíkjandi ljósi og trygdarútbúnaði. 100 mió kr Dagførdir tunlar, sum lúka tey settu krøvini til tunlar við hesi ferðsluni. Arbeiðið er í gongd 2008- Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Dagføring av tunlum við minni ferðslu Umvæling. Dagføring av tunlunum við minni ferðslu. Dagføring, so tunlarnir hava ljós og trygdarútbúnað, sum fylgir krøvunum til tunlar við hesi ferðslunøgd. Talan er um ljós (møguliga bert rímingarljós fyrst), eldsløkkiútgerð og fartelefonsamband (saman við televeitarum). 20-30 mió kr (leysliga mett) Dagførdir tunlar við hóskandi trygdarútbúnaði. 2008- Síða 41 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Sandarlíð Umvæling. Vegurin er ikki bygdur til verandi ferðslu, undirlendi undir vegnum er vánaligt, og í støðum rýður grót oman á vegin. At byggja ein nýggjan veg, sum lýst undir kap. 2.1. Mest átrokandi umvælingin fer fram komandi árini, meðan sjálv umbyggingin fer fram 20152020. 1 mió kr. Farleiðin verður fyrst bara umvæld, og síðani eisini dagførd. 3 ár Átrokandi umvæling komandi árini Umbygging 2015-2020. Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Vegurin til Selatraðar Umvæling. Vegurin er ikki viðlíkahildin nøktandi. Harumframt er vegurin ov smalur og ótíðarhóskandi. At umvæla og breiðka verandi veg. 2-4 mió kr. Farleiðin verður dagførd og hóskandi til ferðsluna í dag. Síða 42 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 2.3. Ferðslu- og trygdartiltøk Ferðslan og ferðslumynstri broytist alla tíðina, soleiðis at neyðugt er við ymiskum tiltøkum, ábótum, tillagingum ella umbyggingum av flutningskervinum, fyri at tað skal kunna nøkta tørvin á tryggum og virknum flutningi. Talan er vanliga um minni tiltøk, sum verða raðfest út frá metingum av tørvi og trupulleikum. Í kap. 1.5 eru ferðsluóhappini kortløgd í mun til vegatein og ferðslunøgd. Neyvari kanningar av, hvar á vegakervinum óhapp henda, eru partur av hesi tørvskanning. Í arbeiðinum við at gera eina støðumeting av landsvegakervinum var ein listi við verkætlanum til ferðslu- og trygdartiltøk gjørdur, hesin listi sæst í fylgiskjali 1. Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Ferðslutrygdartiltøk Ymiskar smærri umbyggingar, tillagingar og ferðslutrygdartiltøk Ymiskt 8 mió kr / ár Ongar Tryggari farleið Leypandi Síða 43 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 2.4. Høvuðsvegakervið Stovnan av høvuðsvegakervið fevnir um: - at avgera, hvørjir vegir skulu verða høvuðsvegir - at skelta hesar vegir tilsvarandi, við høvuðsveganavni, nummar og –skelti. - at stika høvuðsvegirnar av fyri kríatúrum - at gera seyðasmogur undir høvuðsvegnum, har hetta er neyðugt. Høvuðsvegakervið verður útbygt so líðandi, byrjað verður við teimum vegateinum, sum í 2008 skulu vera høvuðsvegir, men ráðlagt verður við framtíðar høvuðsvegakervinum í huga. Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Stovnan av høvuðsvegakervi Landsumfatandi tiltøk Høvuðsvegakervið verður stovnað fyri at tryggja, at ymisku økini í landinum verða bundin saman við einum effektivum og tryggum flutningskervi. 2 mió kr/árið í 12 ár Góður framkomuleiki, smidleiki og trygd á høvuðsfarleiðunum. 2008-2015 Høvuðsvegir verða raðfestir fram um aðrar vegir, allir aðrir vegir hava víkiskyldu mótvegis teimum. Á høvuðsvegum er framkomuleikin umráðandi, her skulu tí verða so fáar íbindingar og forðingar sum gjørligt. Miðað verður ímóti, at allir høvuðsvegir verða lagdir út um bygt øki. Í 2015 er høvuðsvegakervið liðugt útbygt við skeltum, stiki og seyðasmogum. Ferðslutrygdartiltøk eru gjørd á vegateinum, har høvuðsvegurin enn fer gjøgnum bygt økið. Síða 44 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Høvuðsvegakervið eigur í 2008 at vera samansett av eini eysturvesturgangandi farleið og eini norður-suðurgangandi farleið. Onkur av teinunum er kommunalur, og eigur at verða tikið hond um hetta í eini nýggjari útgávu av lógini um landsvegir. Eystur-vestur sambandið umfatar vegateinarnar: - Frá flogvøllinum í Vágunum til Lambá (har landsvegurin endar) í Miðvági - Eftir kommunala vegnum gjøgnum Miðvág - Og víðari úr Miðvági til Vágatunnilin - Gjøgnum Vágatunnilin - Úr Leynum (við Vágatunnilin) til Kollafjarðar og víðari eftir landsvegnum til Sundalagið, um brúnna við Streymin, til Skipaneskrossin og til Norðoyatunnilin - Gjøgnum Norðoyatunnilin - Frá Norðoyatunlinum til Norðoyravegin Norður-suður sambandið umfatar vegateinarnar: - Úr Kollafirði (við rundkoyringina í Kollfjarðadali) til rundkoyringina við Hvítanes - Frá Norðasta Horni til Gomlurætt - Úr Skopun til Sands - Frá Trongisvági til Vágs Kortið vísir høvuðsvegakervið í 2008 og í 2020. Mynd 14: Høvuðsvegakervið í 2008 og væntaða høvuðsvegakervið í 2020. Síða 45 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 3. ÍLØGUR Í HAVNIR OG FERJUR Ætlanin er at broyta flutningsmynstrið, soleiðis at ferjurnar fyrst og fremst skulu nøkta tørvin hjá teimum ferðandi. Eitt felags farmaskip skal røkja farmaflutning. Út frá støðumetingini av sjóvegis farleiðunum (fylgiskjal 4) verður mælt til at gera niðanfyristandandi íløgur í ferjur. - Ferja til Fugloyar- og Svínoyarleiðina Ferja til Nólsoyarleiðina Ferja til Skúvoyarleiðina Bilferja til Kalsoyarleiðina Felags farmaskip Ferja til Mykinesleiðina Ferja til Hest- og Koltursleiðina og hesar íløgur í havnir - Havn í Skúvoy - Havn á Eiðinum í Svínoynni - Ábøtur verða gjørdar á havnir, so hvørt tørvur er á tí í sambandi við, at nýggjar ferjur verða fingnar til vega - Havn á Sandi (um Suðuroyarleiðin verður umvegis Sandoynna) - Havn í Hvalba (um Suðuroyarleiðin verður umvegis Sandoynna) Mynd 15: Íløgur í ferjur og havnir Síða 46 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 3.1. Ferjur Íløga: Lýsing Ferja til Nólsoyarleiðina Verandi ferja er gomul, ótíðarhóskandi, og ellisbrek gera um seg Vald loysn Skjóttgangandi ferja til 150-200 ferðafólk, møguliga 1 stórt akfar/4-5 lítil akfør Kostnaður/rakstur 25 mió kr Avleiddar Møguliga smærri tillagingar á atløgupláss í verkætlanir Nólsoy og í Tórshavn Støðan eftir Nøktandi nógv ár frameftir verkætlanina Byggitíð 1-2 ár Tíðarætlan 2008 Íløga: Lýsing Vald loysn Kostnaður/rakstur Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Ferja til Fugloyar-/Svínoyarleiðina Verandi ferja er sera gomul og ótíðarhóskandi Skjóttgangandi ferja til 50-60 ferðafólk 15 mió kr Ábøtur á havnirnar í Hvannasundi, Svínoy og Fugloy, fyrst ábøtur og síðani nýggja havn á Eiðinum í Svínoy Nøktandi nógv ár frameftir 1-2 ár 2008 Síða 47 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Íløga: Lýsing Vald loysn Kostnaður/rakstur Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Ferja til Skúvoyarleiðina Verandi ferja er gomul og ótíðarhóskandi Skjóttgangandi ferja til 50-60 ferðafólk 15 mió kr Havnin í Skúvoy má gerast av nýggjum, sí havnaíløgur Nøktandi nógv ár frameftir 1-2 ár 2009 Íløga: Lýsing Ferja til Kalsoyarleiðina Verandi ferja er gomul, ótíðarhóskandi og ofta ov stór Vald loysn Skjóttgangandi ferja til 150-200 ferðafólk og 2 stór akfør/8-10 vanlig akfør Kostnaður/rakstur 25 mió kr Avleiddar Evt. minni ábøtur á havnina í Syðradali og verkætlanir Klaksvík í sambandi við, at nýggj ferja verður á farleiðini Støðan eftir Nøktandi nógv ár frameftir verkætlanina Byggitíð 1-2 ár Tíðarætlan 2010 Síða 48 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Íløga: Lýsing Farmaskip Í løtuni er einki skip, ið burturav siglir við farmi til oyggjarnar. Vald loysn Farmaskip, ið kann taka tungan farm og upp til 12 ferðafólk Kostnaður/rakstur 20 mió kr Avleiddar verkætlanir Støðan eftir Nøktandi nógv ár frameftir verkætlanina Byggitíð 1-2 ár Tíðarætlan 2011 Íløga: Lýsing Ferja til Mykinesleiðina Verandi ferja (siglingin er útveitt) kundi verið meira tíðarhóskandi, tó at hon er betur hóskandi enn ferjan hjá SSL (”Súlan”), sum røkti farleiðina til fyri kortum. Vald loysn Skjóttgangandi ferja til 50-60 fólk Kostnaður/rakstur 15 mió kr Avleiddar verkætlanir Støðan eftir Nøktandi nógv ár frameftir verkætlanina Byggitíð 1-2 ár Tíðarætlan 2012-2015 Síða 49 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Íløga: Lýsing Ferja til Hestleiðina Farleiðin er í dag partur av Sandoyarleiðini, tvs siglt verður út í Hest við ”Teistanum”. Verður Hestur ikki bundin í møguliga undirsjóvatunnilin til Sandoynna, verður tørvur á eini ferju. Vald loysn Skjóttgangandi ferja til 50-60 fólk. Akfarsflutningur møguliga við øðrum skipi. Kostnaður/rakstur 15 mió kr Avleiddar verkætlanir Støðan eftir Nøktandi nógv ár frameftir verkætlanina Byggitíð 1-2 ár Tíðarætlan 2012-2015 Síða 50 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 3.2. Havnir og lendingar Havnir og lendingar verða dagførdar og bygdar út, so tær altíð hóska til nýggju ferjurnar og tørvin á farleiðini. Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Ábøtur á verandi havnir So hvørt nýggjar ferjur eru fingnar til vega til farleiðina, verða havnirnar dagførdar tilsvarandi Ábøtur á verandi havnir 8 mió kr. Havnir og lendingar hóska til ferjuna, sum røkir farleiðina Síða 51 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Havn í Skúgvoy Lendingin í Skúvoy lívir illa í ókyrru, og við hvørt legst als ikki at. Einans smábátur sleppur inn í tað havnarskapilsi, sum er. At útbyggja verandi havn 30 mió kr. Nýggj havn er teknað og roynd á Dansk Hydraulisk Institut, og kanningar vísa, at við henni legst at í mest sum øllum veðri. 3 ár 2011-2013 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Havn á Eiðinum í Svínoy Kanningar verða í løtuni gjørdar av møguleikunum at gera havn á Eiðinum í Svínoy. Fyribils úrslit av kanningunum vísa, at til ber at gera eina nýtiliga havn á Eiðinum. Men viðurskiftini benda á, at hendan havnin verður nakað dýrari enn roknað var við upprunaliga. Í mun til aðrar havnaloysnir og útbyggingar í oynni, verður mett, at hendan, hóast kostnaðin, er besta loysnin. At gera nýggja havn 30 mió kr. Hóskandi havn til ferðafólkaflutning við nýggju ferjuni 4 ár 2009-2012 Síða 52 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Havn á Sandi Verður aktuelt, um suðuroyarsiglingin verður løgd um Sandoynna, tá fast samband verður til oynna 50 mió kr. (leysliga mett) Umkoyringarvegur um Sands bygd (50 mió kr) Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Havn í Hvalba Verður aktuelt, um suðuroyarsiglingin verður løgd um Sandoynna, tá fast samband verður til oynna 50 mió kr. (leysliga mett) Síða 53 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 4. ÍLØGUR Í FLOGVALLIR OG TYRLUPALLAR 4.1. Flogvallaviðurskifti Ein stór forðing fyri góðum flogvallaviðurskiftum í Føroyum er, at verandi flogvøllur er ov stuttur hjá flestu ferðafólkaflogførum, sum flúgva á okkara leiðum. Farstøðin er harafturat ótíðarhóskandi, og stundum nøktar hon als ikki tørvin, sum er. Tí er alneyðugt at fáa longri vøll og betri farstøð. Innanoyggjaflúgving Í Froðba hava ætlanir verið um at gera ein minni flogvøll á 600 m. Staðið er væl egnað til vanlig smá flogfør. Tað hevur ikki verið vanligt at flúgva við smáum flogførum í Føroyum, eins og tað er í Íslandi, Noregi og øðrum londum í Evropa. Ein fortreyt fyri einum slíkum flogvølli er, at ein flogvøllur er nær Havnini. Hesin møguleiki eigur at verða kannaður nærri seinni. Avgerð er tikin um at leingja flogvøllin í Vágum úr 1.250 m til 1.600 m. Samstundis verður farstøðin útbygd. Hendan verkætlan er viðgjørd undir kap. 5 Serligar íløgur. Framtíðar málið er, at vit í Føroyum fáa ein altjóða flogvøll við so fáum undantøkum frá altjóða reglum og ásetingum, sum gjørligt. Hesin vøllur má í minsta lagi vera 1600 metrar langur fyri at kunna taka móti flestøllum flogførum á okkara leiðum. Fyri at hava javna flogferðslu, má vøllurin harumframt hava góðar innflúgvingarmøguleikar, og skal bera til at leinga vøllin. Loftvegis farmaflutningur hevur nógv betri møguleikar at kappast, um fleiri og størri flogfør kunnu nýta flogvøllin, og um ferðslan kann vera jøvn. Flogvallakanningar verða í løtuni gjørdar fyri at kanna, um onnur støð í landinum eru meira hóskandi at leggja ein framtíðar flogvøll. Her verður ikki hugsað um ein alternativan flogvøll, tí sum er, er bert fíggjarliga gjørligt at hava ein flogvøll í landinum. Síða 54 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 4.2. Tyrluflúgving Í summum av smáu oyggjunum er tyrlan álitið, og avgerandi er, at fólkið har hevur eina trygga tænastu. Veturin 2007 verður flogið tríggjar dagar um vikuna – mikudag, fríggjadag og sunnudag – um summarið eisini mánadag. Summstaðni verður bert flogið eina ferð um dagin, og tí slepst ikki heim aftur sama dag. Í fleiri førum slepst ikki heim fyrr enn triðja dagin eftir. Tá ið skjóttgangandi ferjurnar eru komnar og havnaábøturnar gjørdar, fer tørvurin at broytast, soleiðis at ikki verður brúk fyri føstum tyrluflutningi til summar útoyggjar. Samstundis kann tænastan betrast til hinar oyggjarnar við at hava eina tilkalliskipan, har fólk kann ringja eftir flutningi, tá ið tørvur er. Hetta kann vera gjørt innan fyri avtalaðar karmar. Síða 55 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Tyrlupallur á Kirkju Tyrlupallurin á Kirkju verður útbygdur sambært krøvum frá ”Statens Luftfartsvæsen”. 2 mió kr. Tyrlupallurin lýkur settu krøvini frá SLV, og møguleiki er fyri at flúgva um náttina 1 ár 2008 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Tyrlupallur í Stóru Dímun Tyrlupallurin á Stóru Dímun verður útbygdur við ljósum, so gjørligt er at lenda har í myrki. 80.000 kr. Dagførdur tyrlupallur við møguleika at lenda í myrkri. 1 ár 2008 Síða 56 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 5. SERLIGAR ÍLØGUR Av serligum íløgum eru nevndar: - Útbygging av flogvøllinum í Vágunum - Sandoyartunnil - Eysturoyartunnil - Suðuroyartunnil Verkætlan: Lýsing Vald loysn Verkætlan: Slag av verkætlan Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Útbygging av flogvøllinum í Vágunum Verkætlan í gongd og framtíðartrygging Flogvøllurin verður longdur til 1600 m, og farstøðin verður útbygd og dagførd fyri at kunna nøkta tørvin í dag. 365 mió kr Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Sandoyartunnil Útbygging av samferðslukevinum. Framtíðartrygging av høvuðsfarleið. At byggja ein undirsjóartunnil millum Suðurstreymoy og Sandoynna. Umleið 660 – 770 mió kr Suðuroyarleiðin umvegis Sandoynna. Farleiðin verður framtíðartryggjað og hóskandi til ferðsluna á høvuðsfarleiðini. 5 ár Forkanningar 2007-8 Tunnil og vegir 2009-2013/14 Dagførdur flogvøllur 3 ár 2008-2010 Síða 57 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Eysturoyartunnil Útbygging av samferðslukevinum. Framtíðartrygging av høvuðsfarleið. At byggja ein undirsjóartunnil millum Suðurstreymoy og Strendur, og brúgv ella tunnil millum Strendur og Toftir. 1 mia kr Tunnil millum Gøtudal/Kambsdal og Skálafjørðin Stytt farleið til Tórshavnar frá Eysturoynni og Norðoyggjum. 5 ár Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Suðuroyartunnil Framtíðarfarleið Enn er eingin loysn vald. Hugsast kann, at í framtíðini fer at bera til at gera ein undirsjóartunnil millum Sandoynna og Suðuroy. Fast samband millum meginøkið og Suðuroynna Forkanningar 2019 Síða 58 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 6. ÍLØGUR Í INFRAKERVIÐ FYRI FELAGSFERÐSLU Umstøðurnar hjá felagsferðsluni skulu mennast og tillagast, soleiðis at felagsferðsla støðugt kann vera eitt dygdargott alternativ til aðrar hættir at ferðast millum býir og bygdir. Ferðafólk, felagsferðslan 900.000 800.000 700.000 600.000 500.000 Bygdaleiðir 400.000 Oyggjaleiðir 300.000 200.000 100.000 2003 2004 2005 2006 Myndin sýnir gongdina í ferðafólkatalinum hjá felagsferðsluni seinastu fýra árini. Bygdaleiðir fluttu 614.996 fólk, meðan ferjurnar fluttu 625.243 fólk. Íalt 1.240.239 ferðandi. Minkingin í Oyggjaleiðum er í samb. við, at Leirvíksfjarðarleiðin varð niðurløgd. Fyri at náa hesum málinum mugu øll viðurskifti undan, undir og eftir sjálva ferðina svara til krøvini, ið nútíðarbrúkarin setur til felagsferðslu. Ein fyritreyt fyri hesum er, at hesi viðurskifti eru nøktandi: • ferðsluknútapunkt • farstøðir • busslummar • skýlir • steðgipláss • kunningarskipan (uttanfyri hesa frágreiðing) • fleksibla skipan fyri felagsferðslu (uttanfyri hesa frágreiðing) 6.1. Ferðsluknútapunkt og pendlarapláss Til tess at samskipa felagsferðsluna á bestan hátt, er neyðugt við væl skipaðum knútapunktum, har ið leiðir møtast og har fleiri sløg av flutningstólum savnast á einum staði, eitt nú ferjur, økisbussar, býarbussar, hýruvognar, privatbilar, súkklur o.a. Ferðsluknútapunkt skulu eisini kunna brúkast sum pendlarapláss (sí pkt. 6.1). Í dag ferðast uml. 1.000 pendlarar dagliga við felagsferðsluni. Síða 59 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Til ber at býta ferðsluknútapunktini upp í høvuðsknútapunkt og minni knútapunkt, og ymisk krøv muga setast til hesi, hvat viðvíkur stødd, komforti, kunning, frá- og tilkomumøguleika hjá teimum ferðandi. Høvuðsknútapunkt: Tá ið tunlarnir Gøta/Kambsdalur-Skálabotnur og Strendur-Tórshavn eru gjørdir, verður mett, at høvuðsknútapunktini í landinum verða í Skálabotni og Tórshavn. Hesi verða samstundis størstu pendlaraplássini. Á hesum knútapunktum mugu øll hesi viðurskifti vera nøktandi: • Til- og frákoyringarviðurskifti • Básar til bussar • Møguleiki at kombinera felagsferðslu og privata ferðslu • Stutt- og langatíðarparkering (50-100) • Farstøð • Kunningarskipan • Tænastuveitingar Minni knútapunkt: Minni byrjað, men týðandi, knútapunkt verða Klaksvík, Gøtudalur, Oyrabakki og Kollafjørður. Krøvini til hesi knútapunkt viðv. stødd, fasilitetum og tænastum eru minni enn krøvini til høvuðsknútapunktini. Av nýggjum knútapunktum í mun til suðuroyarleiðina verða Sandur og Hvalba. Krøvini til hesi knútapunkt viðv. stødd, fasilitetum og tænastum eru minni enn krøvini til høvuðsknútapunktini. Í Gøtudali og á Oyrarbakka eigur knútapuktið at verða skipað í mun til nýggju rundkoyringina og nýggja handilsdepilin. Í Kollafirði eigur knútapuktið at liggja niðri í dalinum, og um møguligt, at verða samskipað við nýggja bensinstøð. Í Tórshavn má ein ætlan leggjast um eitt nýtt knútapunkt við útjaðaran av miðbýnum, tá Suðuroyarleiðin verður um Sandoynna. Á hesum punkti skal ferðslan hjá økisbussum og býarbussum samskipast, eins og tað skal vera góður møguleika at kombinera felagsferðslu og privata ferðslu Í Skálabotni má ein ætlan leggjast fyri einum nýggjum knútapunkti, soleiðis at økið er væl skipað í mun til nýggju høvuðsvegaføringina. Síða 60 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Farstøðir Felagsferðsla er treytað av flutningi til og frá farstøðum og steðgistøðum. Hetta er m.a. í sambandi við, at skift verður millum ymisk sløg av flutningstólum (kombinatiónsferðir). Terminalviðurskiftini eru tí av avgerandi týdningi fyri, hvussu ferðafólk uppliva felagsferðsluna, og harvið fyri eftirspurninginum. Yvirskipaði mál við eini farstøð eru m.a. góðar komu- og fráferðarumstøður, góðir skiftismøguleikar (frá t.d. persónbili til bus/skip), høg trygd, verja móti vindi og regni og nøktandi førleiki (kapasitetur) og høgleiki (komfortur). Farstøðir eru rakstar- og viðlíkahaldstungar. Tí kann tað vera ein gongd leið at samskipa knútapunkt við privat riknar handilsmiðstøðir ella bensinstøðir. Hetta hevði avmarkað íløgutørvin og rakstrarútreiðsurnar til farstøðir. Framtíðar tørvur á farstøðum (ella tilsvarandi funktión) eru í Klaksvík, Gøtudali, Skálabotni, Oyrarbakka, Kollafirði, Tórshavn, Sandi og Hvalba. Møguleikin fyri at samskipa farstøðir/knútapunkt við privat riknar handilsmiðstøðir ella bensinstøðir er sannlíkt í Klaksvík, Gøtudali, Oyrarbakka og í Kollafirði. Myndin sýnir framtíðar høvuðsleiðir hjá felagsferðsluni (grønt). Høvuðsleiðir og hjáleiðir eru knýtt saman við knútapunktum, sum samstundis eru pendlarapláss. Mynd 16: Felagsferðslan. Høvuðsleiðir (grønar) og hjáleiðir (reyðar) Síða 61 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Busslummar Busslummar hava til endamáls at veita teimum ferðandi góðar og tryggar umstøður, tá farast skal í og úr bussunum á eini høvuðsleið. Annað endamál er, at bussar ikki eru til ampa fyri aðra ferðslu á landsvegi. Á økinum skal vera møguleiki hjá bilum at koyra fólk til og frá. Við busslummarnar skal vera skýli og øki skal vera væl upplýst. Í bygdum øki er eisini tørvur á nýggjum busslummum ella bøttum umstøðum fyri felagsferðsluna. Dømi eru: Sørvági. Er ikki talan um ein landsveg, er tað ein kommunal uppgáva at bøta um umstøðurnar. Høvuðsreglan verður, at øll steðgipláss á høvuðsvegakervinum (pkt. 5.2) eru skipaði við busslumma. Tó kann undantak gerast frá hesum, eitt nú í bygdum øki. Tørvur á nýggjum busslummum m.a. í • Hvannasundi • Norðagøtu • Syðrugøtu • Lambareiði • Kollafirði • Leynum • Hovi (í samb. við miðnámsskúlan) Eisini er tørvur á ábótum og broytingum á verandi busslummar. M.a. í Kambsdali. Busslummin við tunnilsmunnan omanfyri Oyrareingir var upprunaliga ein fyribilsloysn. Umstøðurnar eru ikki nøktandi fyri ferðslu, ferðafólk og hvat viðvíkur trygd. Tað hevur tí høgan prioritet at fáa gjørt nýtt knútapunkt í økinum. Síða 62 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Skýlir Høvuðsreglan verður, at øll steðgipláss hjá felagsferðsluni, innanog uttanbýggja, eru skipaði við skýlum. Tó kann undantak gerast frá hesum, har ávísast kann, at tørvur ikki er á skýli. Býtt í øki er tørvurin: • Suðuroy uml. 7 skýli • Sandoy uml. 3 skýli • Vágar uml. 4 skýli • Streymoy uml. 10 skýli • Eysturoy uml. 20 skýli • Norðoyggjar uml. 8 skýli Steðgipláss/skelting Á teimum støðum, har sum busslummar ikki eru, skulu steðgipláss merkjast við skelting. Nógva staðni er eingin merking yvirhøvur, eitt nú í Norðoyggjum. Íalt uml. 60 steðgipláss skulu setast upp runt landið. Í fleiri førum er tað ein kommunal uppgáva at útvega og seta upp skýli til felagsferðsluna. Øll steðgistøð skulu lúka ásetingar í ferðslulógini. Møguligt skal vera at seta upp kunningarskelti og vegleiðing fyri ferðafólk. Íalt uml. 52 skýli, ið skulu útvegast og setast upp runt landið. Í fleiri førum er tað ein kommunal uppgáva at útvega og seta upp skýli til felagsferðsluna. Í øllum havnum, har ferjusamband er, men eingin farstøð, skulu góð skýli setast upp. Á brimplássum skulu serliga atlit takast. Skýli mangla á hesum ferjuhavnum: Kirkju, Hattarvík, Svínioy og á Eiðinum í Svínoy, Hvannasund, Klaksvík, Syðradal, Nólsoy, Sørvág, Mykines, Hest, Sand, Skúvoy. Síða 63 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 6.2. Farstøðir til ferðslu millum heim og arbeiðspláss Tað legst støðugt til við bilum á landsvegum okkara, og teinarnir, ið koyrdir verða, gerast alt longri. Býirnir hava ilt við at rúma hesi ferðslu, og tørvurin á parkeringsplássum økist. Ein orsøk til hesar trupulleikar er, at vit gagnnýta ikki teir møguleikar, ið bilurin gevur, tí heldur enn at ferðast saman, so er fólk ofta einsamalt í bili. Í 2006 ferðaðust 2.700 fólk til samans 253.762 km millum heim og arbeiðspláss hvønn dag. Í USA og nógvastaðni í Evropa verður nú roynt at tálma ferðsluni við at bjóða fólki ymsar møguleikar at ferðast saman. Í alt eru 8 støð, har ein kann seta bilin frá sær og halda áfram í bussi ella bili saman við øðrum. Vit eiga at fáa munandi fleiri slík støð, so hvørt sum veganetið verður betri og fleiri okkara fara at ferðast ímillum arbeiðspláss og heim. Í øðrum londum eru komnir ferðaportalar, har tey, ið vilja bjóða fólki fart, og tey, ið sóknast eftir slíkum tilboðum, kunnu melda seg til. Slíkur portalur kundi í Føroyum verið umsitin av SSL. Royndir aðrastaðni siga, at tað tekur lutvíst langa tíð at fáa hesar portalar at virka væl, tí ringt er at broyta ferðavanar hjá fólki. Krøv til farstøðir til ferðslu millum heim og arbeiðspláss: Støðirnar skulu liggja væl fyri, bussar skulu koyra framvið, bíðirúm skulu vera, og ljós skal vera bæði inni og úti. Mynd 17: Verandi pendlarapláss og uppskot til framtíðar pendlarapláss. Síða 64 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 7. FERÐAFÓLKALEIÐIR OG GØTUR Til ferðafólkaleiðir og gøtur verða nýtt tilsamans ½ mió kr av ferðslu og trygdartiltøkum um árið. 7.1. Sóljuleiðir Sóljuleiðir – nevndar eftir tjóðarblómu okkara – eru vegateinar, har serliga vakurt er at koyra, og sum eru ætlaðar bæði heimafólki og ferðafólki til njótingar. Íblásturin kemur uttaneftir, har slíkar leiðir eru vanligar. Sóljuleiðir skulu lúka hesar treytir: o Tær skulu vera, har vakurt er at koyra, ella har siðsøgulig virði eru at síggja. o Tær skulu ikki órógva vanliga ferðslu ella ferðslutrygdina. Fram við hesum leiðum kunnu so við og við koma víkipláss, parkeringsøki og dvalarvikar, har kunningarskelti greiða frá náttúruni og vísa á ymsar gøtur at ganga eftir, lættar sum tyngri. Á serligum plássum, við eitt nú serliga góðum útsýni ella siðsøguligum virði, verða gjørdir dvalarvikar. Landsverk ger, saman við viðkomandi pørtum, eina ætlan fyri sóljuleiðum og útpeikar serligu plássini. Settar verða av 400.000 kr á hvørjum ári til at gera ætlanirnar og fremja endamálið. Mynd 18: Farleiðir fyri ferðafólk -sóljuleiðir. Síða 65 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 7.2. Gøtur at ganga á, og súkkla og ríða á Staðfestandi at heimildarøkið hjá landinum fevnir um koyrivegir, kunna íløgur ikki gerast í gøtur uttan so at heimildir verða broyttar. Við tí fyri eyga, at skapa betur umstøður fyri heima- og ferðafólk, eiga umstøðurnar, har gøtur koma í samband við landsvegir, at verða so góðar, at komast kann á gøturnar, og har tað er neyðugt um landsvegin, á tryggan hátt. Latnar verða 100.000 kr um árið at fremja nevndu tiltøk, umframt at útbyggja og varðveita gøtuskipanir til súkklugøtur, mannagøtur og reiðgøtur. Verkætlan: Lýsing Vald loysn Kostnaður Avleiddar verkætlanir Støðan eftir verkætlanina Byggitíð Tíðarætlan Ferðafólkaleiðir og gøtur Ymiskar verkætlanir alt eftir tørvi Ymiskar gøtur og leiðir, valdar í samráð við viðkomandi partar ½ mió kr / árið Tryggari farleið, trivnaður Leypandi Síða 66 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Síða 67 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 8. ÍLØGUÆTLAN 2008-2020 JÁTTAN Játtan tils. Verkløg, viðlíkahald, dagføring trygdartiltøk og ferjur Verkløg, viðlíkahald, dagføring og trygdartiltøk Verkløg Viðlíkahald og rakstur Ferðslu- og trygdartiltøk Umvæling vegna vantandi viðlíkahald Vegir Akrar Brúgvin um Streymin Farleið til Dals Farleið til Famjins Farleið til Viðareiðis Farleið til Vestmannar Farleið til Gjáar Forkanningar til Suðuroyartunnil Hvalbiartunnilin Inni í Firði í Kollafirði Innkoyringarvegur Tórshavn Kallsoy Klaksvík-Norðoyri Leirvík Norð um fjall/byrging um Haraldsund Pendlarapláss Sandarlíð Sandavágshálsur, Miðvág og Sandavágur Selatraðarvegurin Skála - Strendur Skálabotnur Stovnan av høvuðsvegakervi Tjørnuvíkarvegurin Tunnil Gøtudalur/Kambsdalur - Skálafjørður Tunnil til Sandvíkar Æ Æ Æ Æ Æ Æ (1000 kr.) 2.808.547 2.678.547 1.632.404 777.901 107.297 160.945 2008 238.080 198.080 120.080 58.000 8.000 12.000 2009 219.100 204.100 124.540 59.160 8.160 12.240 2010 231.232 206.232 125.081 60.343 8.323 12.485 2011 227.897 207.897 125.122 61.550 8.490 12.734 20122015 932.909 902.909 554.923 258.759 35.691 53.536 1.462.324 3.000 12.000 39.000 40.000 120.000 20.000 2.000 10.000 155.000 25.000 154.000 18.000 2.500 24.000 240.000 77.000 30.000 85.000 25.000 4.000 40.000 26.824 31.000 172.000 107.000 115.500 1.000 6.000 15.000 120.040 2.000 6.000 111.081 106.122 426.923 582.658 2.000 5.000 10.000 22.000 35.000 110.000 20.000 2.000 10.000 2.000 22.000 6.000 2.500 24.000 10.000 7.000 10.000 22.000 6.000 13.000 20.000 4.000 2.000 70.000 2.000 70.000 2.000 75.000 8.000 15.000 26.000 10.000 2.040 2.081 15.000 2.122 25.000 8.923 2.000 170.000 2.000 20162019 959.330 959.330 582.658 280.089 38.633 57.949 153.000 90.000 32.000 20.000 85.000 25.000 4.000 2.000 14.000 2.000 9.658 15.000 107.000 Síða 68 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 JÁTTAN Játtan tils. Havnir Svinoy Skúvoy Hvalba Sandi Smáabøtur Flogvallakanningar Flogvallakanningar (1000 kr.) 163000 25.000 30.000 50.000 50.000 8.000 5000 5000 Æ Æ Æ Æ Æ Æ 20122015 128.000 3.000 25.000 50.000 50.000 20162019 2008 2009 2010 2011 2.000 4.000 2.000 12.000 10.000 17.000 10.000 5.000 2000 2000 2.000 2.000 500 500 500 500 2.000 2.000 2.000 2.000 0 0 0 Tyrlupláss Kirkja Stóra Dímun 2080 2.000 80 2.080 2.000 80 0 0 0 0 0 Ferjur Farmaskip Skjóttgangandi ferja til Nólsoy Skjóttgangandi ferja til Fugloy/Svínoy Skjóttgangandi ferja til Hestur/ Koltur Skjóttgangandi ferja til Mykines Skjóttgangandi ferja til Skúgvoy Bilferja til Kalsoy 130000 20.000 25.000 15.000 15.000 15.000 15.000 25.000 40.000 15.000 25.000 20.000 20.000 30.000 0 25.000 15.000 15.000 15.000 15.000 25.000 Serligar íløgur Streymoy-Sandoy Flogvøllur í Vágum 740.000 365.000 20.000 65.000 60.000 150.000 60.000 150.000 60.000 240.000 300.000 Verkløg, ferjur og Sandoyartunnil Við Flogvølli 3.546.547 3.911.547 258.080 323.080 279.100 429.100 291.232 441.232 287.897 287.897 1.172.909 1.172.909 1.257.330 1.257.330 Viðmerkjast kann, at omanfyristandandi íløguætlan er treytað av, at íløgurnar verða gjørdar eftir tilmælunum. Frávik viðvíkjandi val av loysn ella raðfesting av verkætlan, ger at íløguætlanin má broytast tilsvarandi. Síða 69 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 9. FRAMTÍÐAR SAMFERÐSLURÁÐLEGGING Sambært arbeiðssetninginum skal arbeiðsbólkurin koma við tilmæli um: • hvussu tryggjað verður, at fortreytirnar í strategiskjalinum altíð eru tíðarhóskandi. • hvussu tryggjað verður, at ætlanirnar altíð eru í samljóði við tørvin. • hvussu ætlanirnar skulu endurskoðast í styttri og longri tíðarskeið. Soleiðis skal samferðsluætlanin verða dagførd á hvørjum ári, og tá ið størri broytingar eru fyri, ella í minsta lagi fjórða hvørt ár, t.e. í 2012 og í 2016, verður ætlanin tikin upp til politiska viðgerð. Á henda hátt ber til at flyta og broyta ætlanir, so hvørt sum samferðslukervið, flutningstørvurin og ferðslumynstrið broytast. Samstundis fæst vissa fyri, at samferðsluætlanin er tíðarhóskandi. Fyri at tryggja, at samferðsluætlanin altíð er tíðarhóskandi, verður mælt til at dagføra strategiskjal og heildarætlan regluliga. Hugsandi er, at heildarætlanin má endurskoðast oftari enn strategiskjalið. Strategiskjalið verður í høvuðsheitum dagført 4. hvørt ár. Skotið verður upp, at hvørt ár í mai mánaði skal samferðsluætlanarbólkurin hittast til fundar fyri at dagføra heildarætlanina. Fyri fundin hevur arbeiðsbólkurin savnað saman og viðgjørt viðkomandi tilfar og uppskot til broytingar. Bólkurin hevur somuleiðis kunnað seg um, hvørt ymsu málini í strategiskjalinum eru rokkin, ella um neyðugt er at gera tillagingar á summum økjum. Arbeiðið at dagføra ætlanirnar verður gjørt í mai mánaði fyri at tryggja, at tillagingar kunnu verða gjørdar í íløgunum árið eftir. Síða 70 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Síða 71 HEILDARÆTLAN 2008 - 2020 Síða 72