Starvsfólkatørvur Starvsfólkatørvur Heimarøktin og Serforsorgin 2009-06-30Heimarøktin Starvsfólkatørvur til og við 2015 Nærverkið Spf. Damco – á vári 2009 Innihald Fororð s. 5 Samandráttur s. 6 1. Nærverkið s. 8 1.1 Heimatænastan s. 8 1.2 Trivnaðartænastan s. 9 1.3 Stuðulstænastan s. 9 1.4 Barnatænastan s.10 1.5 Meginskrivstovan s.10 TALVA 1.1: Røktarheim undir Heimatænastuni s.12 TALVA 1.2: Eldrasambýli undir Heimatænastuni s.12 TALVA 1.3: Bústovnar undir Trivnaðartænastuni s.13 TALVA 1.4: Sambýli undir Trivnaðartænastuni s.13 TALVA 1.5: Umlættingarstovnar Trivnaðartænastan s.13 TALVA 1.6: Verkstaðir/verkhús undir Trivnaðartænastuni s.14 TALVA 1.7: Bústovnar/sambýli undir Stuðulstænastuni s.14 2. Starvsfólk í Nærverkinum s.15 2.1 Tænastubýti s.15 2.2 Aldursbýti s.15 2.3 Fakbýti s.15 2.4 Landafrøðiligt býti s.16 2.5 Kynsbýti s.16 2.6 Niðursett tíð s.16 MYND 2.1: Starvsfólkið skift millum tænasturnar s.17 MYND 2.2: Starvsfólkið skift í aldursbólkar s.17 TALVA 2.1: Starvsfólkið skift eftir aldri og tænastum s.17 MYND 2.3: Starvsfólkið skift í fakbólkar s.18 TALVA 2.2: Starvsfólkið skift e. fakbólkum og tænastum s.18 MYND 2.4: Starvsfólkið skift landafrøðiliga s.19 MYND 2.5: Starvsfólkið skift eftir kyni s.19 TALVA 2.3: Starvsfólkið skift eftir kyni og tænastum s.19 3. Starvsfólkatørvurin fram til 2015 s.20 TALVA 3.1: Starvsfólkatørvurin fram til 2015 skift eftir fakbólkum og tænastum s.22 4. Heimatænastan s.23 4.1 Stórur vøkstur í talinum av brúkarum s.23 4.2 Stór starvsfólkafrágongd s.24 4.3 Serligar landafrøðiligar avbjóðingar s.24 TALVA 4.1: Gongdin í aldursbólkunum ‘20-66 ár’ og ’67 og eldri’ s.26 MYND 4.1: Gongdin í talinum av teimum, sum verða 67 ár og eldri’ s.26 MYND 4.2: Tey, sum eru eldri enn 66 ár, og tey í arbeiðsførum aldri s.26 MYND 4.3: Starvsfólkið í Heimatænastuni – skift eftir aldri s.27 MYND 4.4: Starvsfólkið í Heimatænastuni úti í privatu heimunum – skift eftir starvsaldri s.27 TALVA 4.2: Aldursbólkurin ‘60-66 ár’ borin saman við samlaða fólkatalið 31.12.2007 – skift á øki s.27 MYND 4.5: Aldursbólkurin ‘60-66 ár’ borin saman við samlaða fólkatalið 31.12.2007 – skift á øki s.28 MYND 4.6: Meðalaldurin á starvsfólkunum, sum veita tænastur í privatum heimum – skift á øki s.28 5. Hinar tænasturnar s.29 5.1 Trivnaðartænastan s.29 5.2 Stuðulstænastan s.29 5.3 Barnatænastan s.30 5.4 Meginskrivstovan s.30 5.5 Endurvenjingartænastan s.31 Talva 5.1: Tørvurin á plássum til menningartarnað – skift millum økini s.32 6. Tilgongd av starvsfólki s.33 6.1 Útbúgvingar í Føroyum s.33 6.2 Útbúgvingar uttanlands s.34 6.3 Føroyski arbeiðsmarknaðurin s.35 6.4 Føroyingar á danska arbeiðsmarknaðinum s.36 TALVA 6.1: Nýútbúgvin í Føroyum árliga s.37 TALVA 6.2: Nýútbúgvin, sum kunnu væntast at fara í starv í Nærverkinum s.37 TALVA 6.3: Nýútbúgvin í mun til tørvin í Nærverkinum – skift í fakbólkar s.37 TALVA 6.4: Lesandi í Føroyum og uttanlands – skift í fakbólkar s.37 TALVA 6.5: Hvar ynskja útisetarnir at búgva í framtíðini? s.38 TALVA 6.6: Hvagar flyta útisetarnir, um teir koma aftur til Føroya? s.38 MYND 6.1: Starvsfólk undir landinum, men ikki í Nærverkinum ella á Landssjúkrahúsinum, skift í fakbólkar og eftir aldri s.38 MYND 6.2: Limir í Heilsuhjálparafelagnum – skiftir eftir aldri s.38 MYND 6.3: Limir í Heilsurøktarafelagnum – skiftir eftir aldri s.39 MYND 6.4: Limir í Ergoterapeutfelagnum – skiftir eftir aldri s.39 MYND 6.5: Limir í Fysioterapeutfelagnum – skiftir eftir aldri s.39 TALVA 6.7: Føroyingar, búsitandi í Danmark, sum kunnu verða starvsfólk hjá Nærverkinum – skiftir á fakbólkar s.39 7. Loysnir og átøk s.40 7.1 Fleiri í útbúgving s.40 7.2 Longri arbeiðstíðir s.40 7.3 Fleiri menn í Nærverkið s.41 7.4 Fleiri ófaklærd s.41 7.5 Útlendsk arbeiðsmegi s.41 7.6 Tøknilig frambrot s.42 7.7 Størri eindir s.42 7.8 Útveiting s.42 Keldulisti s.43 Talvur s.43 Myndir s.43 Fororð Virksemið hjá Nærverkinum broytist nógv komandi árini. Stovnurin fær nógv fleiri eldri og óhjálpin sum brúkarar. Nýggjar tænastur verða møguliga lagdar afturat, aðrar verða broyttar. Nærverkið missir samstundis nógv starvsfólk komandi árini, m.a. tí nógv fara frá fyri aldur. Nærverkið hevur tí ynskt at fáa gjørt eina støðumynd, sum vísir, hvussu starvsfólkatilfeingið hjá stovninum er nú, hvussu tørvurin verður fram til 2015, hvussu tilgongdin kann væntast at verða frá teimum vanligu útbúgvingarstovnunum og frá arbeiðsmarknaðinum annars, og hvørjar loysnir og tiltøk, Nærverkið kann umhugsa at brúka fyri at fáa nóg mikið av skikkaðum starvsfólki. Sp/f Damco hevur gjørt greiningarnar. Við støði í tilfarinum frá teimum hevur Sp/f Tróndur Djurhuus skrivað frágreiðingina. Nærverkið hevur ábyrgdina av innihaldinum. Nærverkið á vári 2009 Samandráttur At fáa fatur á nóg nógvum skikkaðum starvsfólki verður komandi árini ein risastór avbjóðing hjá Nærverkinum. Stór greiningararbeiði eru seinastu árini gjørd av eftirlønarspurninginum fyri at byrgja upp fyri, at tann sonevnda eldrabylgjan skal raka so hart búskaparliga. Men uppgávan at fáa nóg nógv starvsfólk at ansa einum skjótt vaksandi tali av eldri og óhjálpnum hevur ikki vakt eins stóran ans. Trupulleikin er annars væl greinaður í okkara grannalondum. Ein OECD-frágreiðing frá 2005 vísir t.d., at skal tað bera til at varðveita núverandi tænastustigið innan tað almenna í Danmark, skulu 75 prosent av øllum útbúnum dønum arbeiða innan tað almenna. Høvuðsorsøkin er tann stóri vøksturin á gomlum í mun til fólk í virkisfúsum aldri. Eitt er, at tað nógv vaksandi talið av eldri føroyingum eisini fer at krevja nógv nýggj starvsfólk til Nærverkið. Annað er, at Nærverkið eisini kann fáa nýggjar tænastur. Eingin veit við vissu, hvussu eldrarøkt og tænastur til óhjálpin fara at verða skipað í framtíðini. Nærverkið er m.a. við í royndum at broyta og bøta um tænasturnar gjøgnum t.d. Eden-skipanina og millumtjóða verkætlanir sum OLE. Eisini ítøkiligar nýggjar tænastur krevja fleiri starvsfólk. Almanna- og heilsumálaráðið hevur latið gera eitt álit um eina nýggja endurvenjingartænastu. Hendan tænastan skal ætlandi liggja undir Nærverkinum sum ein sjálvstøðug tænasta. Hetta krevur fleiri starvsfólk, men tey eru ikki tikin við í hesi frágreiðing, tí óvissan um nýggju tænastuna er ov stór. Omaná alt hetta kemur, at Nærverkinum fer at tørva nógv fólk afturat bert fyri at halda núverandi stigið. Nærverkið er longu Føroya størsta arbeiðspláss við 1600 starvsfólkum kring alt landið. Men tey, sum arbeiða í Nærverkinum, eru í meðal eldri enn arbeiðandi føroyingar sum heild. Td. eru 17 prosent oman fyri 60 ár móti í meðal 12 prosentum á føroyskum arbeiðsplássum sum heild. Í Heimatænastuni, sum er nógv tann størsta hjá Nærverkinum, er enntá fimtihvør oman fyri 60 ár. Hetta merkir, at Nærverkið komandi árini skal seta nógv fólk í starv bert fyri at leggja upp fyri talið á teimum, sum fara frá fyri aldur. Harafturat koma tey, sum fara frá av øðrum orsøkum. Avbjóðingarnar raka harafturat misjavnt kring landið. Fleiri av tænastunum eru staðbundnar, tær kunnu ikki flytast. Starvsfólkatrupulleikin gerst tí serliga stórur í økjum, har lutfalsliga fleiri eldri og óhjálpin búgva, serliga um grundarlagið fyri at fáa ung starvsfólk enntá eisini er lægri har. Hetta er eitt nú galdandi í Sandoynni. Alt hetta hendir, samstundis sum líkindini til at fáa fatur á fólki gerast meira óviss. Nærverkið hevur í nógv ár heintað munandi part av sínum starvsfólki millum ófaklærdar kvinnur, sum koma á arbeiðsmarknaðin, tá børnini eru vorðin eldri. Fleiri teirra hava síðani fingið útbúgving sum heilsuhjálparar ella heilsurøktarar. Men hesin bólkurin av kvinnum fer at minka munandi. Altsamt fleiri kvinnur leita sær hægri útbúgvingar. Fleiri av hesum útbúgvingum venda sær ikki til tørvin hjá Nærverkinum. Harafturat fara nógvar kvinnur av landinum og himprast við at flyta heimaftur. Føroysku skúlarnir, sum útbúgva pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar, eru ikki mentir at nøkta tørvin komandi árini, uttan so at teir taka inn munandi fleiri lesandi enn nú. Tað er heldur ikki lætt at taka starvsfólk frá landssjúkrahúsinum, dagstovnunum og øðrum føroyskum arbeiðsplássum, tí hesum stovnum trýtur eisini starvsfólk. Hópurin av føroyingum arbeiðir innan viðkomandi fakøki uttanlands, serliga í Danmark. Nógvir útisetar eru eisini undir útbúgving har. Men føroyskir útisetar hava lítlan hug at flyta aftur til Føroya at búgva og virka. Bert fimta hvør føroysk kvinna og fjórði hvør føroyskur maður í Danmark ynskja at flyta aftur til Føroya at búgva. Talið er enn lægri, tá talan er um stakar kvinnur. Nærverkið er at kalla eitt kvinnuarbeiðspláss burturav. Landafrøðiligi trupulleikin gerst eisini enn størri, tá tað ræður um útisetarnar. Kanningar vísa, at nógv teir flestu, sum yvirhøvur umhugsa at flyta heim aftur til Føroya, vilja búgva í Tórshavnar kommunu. Í 7. kapitli verða ymiskir møguleikar og átøk at loysa trupulleikarnar viðgjørdir. Her verður m.a. nortið við at fáa fleiri føroyingar útbúnar, at fáa fleiri starvsfólk úr niðursettari upp í fulla arbeiðstíð, at fáa fleiri menn at arbeiða í Nærverkinum, at brúka fleiri ófaklærd og at brúka útlendska arbeiðsmegi. Eisini verður nortið við møguleikarnar fyri tøkniligum frambrotum, at effektivisera Nærverkið við at leggja saman í størri eindir og møguleikarnar fyri at útveita partar av tænastunum. Felags fyri teir ymsu alternativu møguleikarnar er, at eingin teirra er einfaldur at loysa, og at allir umboða stórar avbjóðingar í sjálvum sær. Tænasturnar hjá Nærverkinum eru sera staðbundnar, tær kunnu ikki verða útveittar til eitt nú Kina. Tær hava grundleggjandi medmenniskjalig eyðkenni, og kunnu tí bert í avmarkaðan mun verða effektiviseraðar við tøkniligum frambrotum. At gera uppgávurnar hjá Nærverkinum spennandi og tignarligar fyri menn krevur uttan iva bæði hugburðsbroytingar og broytingar í lønarlagnum. 1. Nærverkið Nærverkið er stovnur undir Almannamálaráðnum, sum varðar av einum stórum parti av uppgávunum innan primeru heilsutænastuna í Føroyum. Arbeiðsøkini eru tey seinnu árini víðkað við fleiri tilboðum, eitt nú við persónligum stuðli til borgarar við serligum tørvi, nýggjum sambýlum og ergo- og fysioterapi innan Heimatænastuna. Hetta rákið fer at halda fram. Næstu tilboðini verða ætlandi endurvenjingar til sjúklingar, sum eftir sjúku ella skurðviðgerð hava tørv á serligari venjing og rehabilitering. Nærverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1600 starvsfólkum kring alt landið. Nógvir ymiskir fakbólkar eru umboðaðir í Nærverkinum, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, heilsurøktarar, økonomur, fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilsufrøðingar, pedagogar, sosialráðgevarar, skrivstovufólk og handverkarar. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum og leggur tí dent á at seta dugnalig starvsfólk við hóskandi útbúgvingum og bakgrund, soleiðis at stovnurin altíð eru førur fyri at veita eina kvalifiseraða tænastu til borgararnar og til ta politisku skipanina. Nærverkið hevur eina Meginskrivstovu og fýra deildir, sum allar krevja professionel starvsfólk. Deildirnar eru Heimatænastan, sum eisini fevnir um eldrasambýli og rakstur av røktarheimum, Trivnaðartænastan, herundir sambýli, bústovnar og vardir verkstaðir fyri menningartarnað og autistar og Stuðulstænastan, ið eisini umfatar sambýli, bústovnar og kafé fyri sinnisveik. Til ársskiftið 2008/09 hevur Barnatænastan, sum veitir heilsufrøðitænastu til smábørn og skúlabørn, eisini verið partur av Nærverkinum. Hon er nú undir Heilsumálaráðnum. 1.1 Heimatænastan Heimatænastan veitir tænastur til borgarar, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella á bústovnum ella sambýlum fyri eldri. Harafturat eru tilboðini um dagtilhald og samdøgursumlætting. Heimatænastan veitir teimum eldru sjúkrarøkt og heilsuhjálp og ráðgevir teimum, tá tey skulu útvega sær hjálpartól og læra at brúka tey, eins og tænastan hjálpir og stuðlar, tá tey søkja um eldrabúpláss. Heimatænastan er býtt í seks øki við hvør sínari økisleiðslu. Øki 1 er Suðurstreymoy, øki 2 eru Vágar og Norðstreymur, øki 3 er Eysturoy, øki 4 eru Norðoyggjar, øki 5 er Suðuroy og øki 6 er Sandoy. Tænastan fevnir um: heimahjálp (heimatænastan úti í heimunum) heilsu- og sjúkrarøkt røktarheim eldrasambýli dagtilhald økisterapi Tilsamans 371 fólk búgva á røktarheimunum. Hetta talið er nógv vaksið tey seinnu árini. Í 2003 vóru 258 búfólk. Vøksturin hesi fimm árini hevur sostatt verið 44 prosent. Vøksturin á eldrasambýlunum hevur eisini verið stórur. Í dag búgva har 166 fólk móti 119 í 2003. Vøksturin er sostatt 39 prosent. Talvurnar 1.1 og 1.2. Í Heimatænastuni eru tilsamans 1111 starvsfólk, og her starvast nógvir starvsbólkar við heilsufakligum útbúgvingum, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar, heima-/heilsuhjálparar, heilsurøktarar, fysioterapeutar og ergoterapeutar. Nýggj vitan innan heilsu, sjúku og fyribyrging ávirkar krøvini til tænastuna. Neyðugt er við støðugari nýhugsan. Hetta sæst m.a. aftur í tilboðunum til minnisveik fólk. Á bústovnunum fyri eldri arbeiðir Heimatænastan í ávísan mun eftir Eden-hugsjónini. Í Norðurlondum eru Føroyar slóðbrótandi á hesum øki. 1.2 Trivnaðartænastan Endamálið hjá Trivnaðartænastuni er at veita borgarum við serligum tørvi tilboð, sum eru snikkað til við støði í støðuni hjá tí einstaka. Trivnaðartænastan hevur tilboð til menningartarnað og autistar um sambýli og bústovnar. Eisini eru sonevnd virknistilboð, sum fevna um verkstaðir og virknishús. Harafturat hevur Nærverkið umlættingarbústaðir, har heimabúgvandi við serligum tørvi kunnu búgva í styttri tíðarskeið. Trivnaðartænastan rekur og hevur eftirlit við bæði landsstovnum og sjálvsognarstovnum. Tilboðini fevna um: sambýli bústovnar dagstovnar, tvs. verkstaðir og verkhús umlættingarstovnar til menningartarnað fólk og fólk við autismu Bústovnarnir og sambýlini hjá Trivnaðartænastuni hava tilsamans 114 búfólk. Á umlættingarheimunum eru 13 pláss til umleið 60 brúkarar árliga. Á verkstøðum og verkhúsum eru 132 brúkarar. 57 teirra búgva heima og 75 á stovni. Talvurnar 1.3, 1.4, 1.5 og 1.6. 308 fólk arbeiða í Trivnaðartænastuni. Flestu teirra hava pedagogútbúgving. 1.3 Stuðulstænastan Stuðulstænastan veitir tænastu til fólk millum 18 og 66 ár, sum av likams- ella sinnisbreki skulu hava hjálp at greiða gerandisdagin. Tænastan er býtt í tvey: Stuðulsskipanin fyri vaksin og Deildin fyri sinnisveik. Stuðulsskipanin fyri vaksin er hjálp til heimabúgvandi vaksin, sum hava serligan tørv at klára gerandisdagin. Deildin fyri sinnisveik rekur og hevur eftirlit við stovnum fyri fólk við avmarkaðum sálarligum førleika. Endamálini við Stuðulstænastuni eru at menna tann einstaka brúkaran, so hann kann klára seg so væl sum tilber, og at lætta honum um gerandisdagin, so hann fær eitt størri lívsvirði. Hjálpin verður veitt í tøttum samstarvi við tann einstaka, eftir tørvinum hjá viðkomandi, og eftir, hvussu evni hansara ella hennara røkka. Høvuðsuppgávan hjá Stuðulstænastuni er við brúkaranum í miðdeplinum at stuðla honum í at taka ábyrgd og leiðslu av egnum lívi. Á sambýlunum skipar tænastan saman við búfólkunum gerandisdagin og stuðlar teimum í at fáa eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulstænastan hevur eina røð av tilboðum um stuðul, ráð og vegleiðing til teirra, sum búgva í egnum heimi, eins væl og bú-, samdøgurs- og virknistilboð. 38 búpláss eru á stovnum undir Stuðulstænastuni. Talva 1.7. 131 starvsfólk arbeiða í tænastuni. Hetta eru pedagogar, sosial- og heilsuhjálparar, socialráðgevarar, ergo- og fysioterapeutar, akademikarar o.o. 1.4 Barnatænastan Barnatænastan var til 1. januar 2009 undir Nærverkinum. Tænastan er eitt tilboð til allar barnafamiljur, børn, skúlar og stovnar í Føroyum. Tænastan verður veitt sambært løgtingslóg um “fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”. Endamálini eru at fremja heilsu, at fyribyrgja sjúku, at styrkja og menna foreldraførleikan og at avdúka og viðgera trivnaðar- og menningartrupulleikar skjótast til ber. Barnatænastan veitir foreldrum heimavitjan, foreldraráðgeving og dagliga telefonviðtalu. Hon skipar eisini fyri foreldrabólkum og serbólkum. Tænastan gevur eisini skúlum og stovnum ráðgeving viðvíkjandi heilsu- og reinførisviðurskiftum og likamligari, sosialari og sálarligari heilsu og menning hjá børnum. Í Barnatænastuni arbeiða 33 fólk. Tænastan er nú undir Heilsumálaráðnum. 1.5 Meginskrivstovan Meginskrivstovan er karmur um yvirskipaðu leiðsluna fyri Nærverkið. Tvørgangandi uppgávur fyri alla skipanina verða samskipaðar á Meginskrivstovuni. Hon leiðir allar tænasturnar, umsitur játtanir og roknskaparhald, hevur lønar- og starvsfólkaumsitingina fyri alla skipanina, KT-umsitingina, journalleiðsluna og aðrar tvørgangandi fyrisitingarligar uppgávur. Stjórin og deildarleiðararnir fyri Heimatænastuna, Trivnaðartænastuna og Stuðulstænastuna halda til á Meginskrivstovuni. Støðuga menningin í primeru heilsutænastuni setur stór krøv til eina professionella umsiting. Á høvuðsskrivstovuni starvast 19 fólk við ymsum útbúgvingum, bæði akademikarar, merkonomar, ein datamatikari, ein løgfrøðingur, ein pedagogur, ein sjúkrarøktarfrøðingur og nøkur starvsfólk við roknskaparligari og fyrisitingarligari bakgrund. Nærverkið er eitt stórt arbeiðspláss, sum fevnir breitt í sínum fakliga virki. Tað fer at verða neyðugt at digitalisera allan stovnin, og í tí sambandi verður brúk fyri fleiri góðum kreftum. Málið er at byggja út KT-skipanirnar, so stovnurin fær fleiri tíðarhóskandi, brúkaravinarlig og skraddaraseymað KT-amboð, sum samantvinna skipanina tvørtur um stovnin. Arbeiðsgongdir skulu lýsast og effektiviserast, nýhugsan skal til, og nógv kort skulu blandast av nýggjum. Nærverkið fær brúk fyri fólki við royndum og útbúgving innan analysuarbeiði, projektarbeiði og lýsing av tilgongdunum til tær nógvu KT-verkætlanirnar, sum stovnurin skal í holt við í framtíðini. TALVA 1.1: Røktarheim undir Heimatænastuni Stovnur Búfólk Staður Norðoya Ellis- og vistarheim 11 Klaksvík Norðoya Røktarheim 36 Klaksvík á Sýnini* 36 Miðvágur Eysturoyar Røktarheim* 76 Runavík Heimið á Mýrunum 8 Runavík Røktarheimið Áargarður 11 Sandur Røktarheimið á Mørkini 32 Streymnes Ellis- og umlættingarheimið 33 Tórshavn Heimið við Vallalíð 16 Tórshavn Røktar- og umlættingarheimið Lágargarður* 48 Tórshavn Tjarnargarður* 34 Tórshavn Suðuroyar Ellis- og røktarheim 30 Tvøroyri *) eru eisini dagtilhald - (Kelda: Nærverkið) TALVA 1.2: Eldrasambýli undir Heimatænastuni Stovnur Búfólk Staður Eldrasambýlið á Skála 7 Skáli Eldrasambýlið Giljagarður 10 Leirvík Eldrasambýlið Gøtubrá 10 Norðragøta Eldrasambýlið Vesturskin 16 Toftir Eldrasambýlið Vesturstova 14 Fuglafjørður Korndalsbýlið á Eiði 15 Eiði Eldrasambýlið á Heygnum 16 Klaksvík Eldrasambýlið í Bøgøtu 8 Klaksvík Eldrasambýlið í Kollafirði 7 Kollafjørður Eldrasambýlið í Vestmanna 7 Vestmanna Eldrasambýlið á Skerinum 7 Skopun Eldrasambýlið Gerðisgarður 6 Skálavík Eldrasambýlið á Tvøroyri 5 Tvøroyri Eldrasambýlið í Hvalba 8 Hvalba Eldrasambýlið í Vági 12 Vágur Eldrasambýlið Oman Hoydalar 9 Hoyvík Eldrasambýlið Oman Mattalág 9 Tórshavn (Kelda: Nærverkið) TALVA 1.3: Bústovnar undir Trivnaðartænastuni Stovnur Búfólk Staður Bústovnurin á Eirargarði 14 Tórshavn Bústovnurin á Mýruvegi 4 Klaksvík Bústovnurin á Rúnarvegi 6 Runavík Bústovnurin á Sundsvegi 4 Tórshavn Bústovnurin í Børkugøtu 6 Tórshavn Bústovnurin í Garðsgøtu 5 Argir (Kelda: Nærverkið) TALVA 1.4: Sambýli undir Trivnaðartænastuni Stovnur Búfólk Staður Sambýlið á Bárðarfløtti 5 Vágur Sambýlið á Bóndaheygi 14 5 Tórshavn Sambýlið á Fugloyarvegi 6 Tórshavn Sambýlið á Grønlandsvegi 6 Tórshavn Sambýlið á Líknargøtu 1 3 Saltangará Sambýlið á Mýruvegi 6 Klaksvík Sambýlið á Rúnarvegi 6 Runavík Sambýlið í Niðarugøtu 4 Hoyvík Sambýlið í Pætursgøtu 3 Hoyvík Sambýlið í Smærugøtu 4 Tórshavn Sambýlið í Stoffalág 5 Tórshavn Sambýlið í Svanga 5 Tórshavn Sambýlið undir Gráasteini 5 Tórshavn Sambýlini á Mýrini 10 Hoyvík Verkætlan Sørvágur 2 Sørvágur (Kelda: Nærverkið) TALVA 1.5: Umlættingarstovnar undir Trivnaðartænastuni Stovnur Pláss Staður Døgnumlættingin í Vágum 1 Sørvágur Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 5 Tórshavn Umlættingarheimið Dáin 5 Klaksvík Fjálgalon – Umlættingin á Garðavegi 38 2 Klaksvík (Kelda: Nærverkið) TALVA 1.6: Verkstaðir/verkhús undir Trivnaðartænastuni Stovnur Brúkarar Staður Verkstaðurin á Brekku 19 Klaksvík Verkstaðið Vón 40 Argir Verkstaðið á Bakka 16 Vágur Verkhúsið í Sørvági 5 Sørvágur Verkhúsið Stíggjur 22 Saltangará Verkhúsið Virkni 30 Tórshavn (Kelda: Nærverkið) TALVA 1.7: Bústovnar/sambýli undir Stuðulstænastuni Stovnur Búpláss Staður Sambýlið á Traðarvegi 5 Sandavágur Sambýlið Eysturstræti 4 5 Tórshavn Sambýlið undir Fobbakletti 5 Sandavágur Sambýlið við Heyggjar 6 Tórshavn Bústovnurin á Sólteigi 6 Tórshavn Tórshavnar privata vistarheim, Tórsfinsgøta 4 Tórshavn Tórshavnar privata vistarheim, Fugloyarvegur 7 Tórshavn (Kelda: Nærverkið) 2. Starvsfólk í Nærverkinum 2.1 Tænastubýti Í Nærverkinum arbeiða umleið 1600 starvsfólk. Nógv tann størsta deildin er Heimatænastan við sínum stívliga 1100 starvsfólkum. Hetta eru í høvuðsheitum øll tey, sum arbeiða sum heimahjálp og starvsfólk á røktar- og ellisheimum. Mynd 2.1 vísir, at ein sera lítil partur av starvsfólkahópinum arbeiðir á Meginskrivstovuni. Tvs. at Nærverkið bert brúkar ein lítlan brotpart av síni fíggjarorku til fyrisiting. 2.2 Aldursbýti Tað er greitt, at Nærverkið ikki er ein stovnur, hagar tey ungu fyrst leita sær at arbeiða. Mynd 2.2 vísir, at bara 139 starvsfólk í Nærverkinum eru yngri enn 30 ár. Lutfalsliga fá fólk eru harafturat í aldursbólkunum 30-40 ár og 40-50 ár borið saman við bólkin 50-60 ár. Bólkurin av teimum, sum eru eldri enn 60 ár, er eisini stórur. Tey, sum arbeiða í Nærverkinum, eru í meðal eldri enn arbeiðandi føroyingar sum heild. 17 prosent eru oman fyri 60 ár móti í meðal 12 prosentum, sum eru millum 60 og 74 ár í føroysku arbeiðarafjøldini sum heild (smb. Hagstovu Føroya). Hetta merkir, at fleiri av tænastunum hjá Nærverkinum fáa stórar avbjóðingar í sambandi við, at nógv starvsfólk skjótt fara frá fyri aldur. Talva 2.1 vísir, at aldurin er serliga høgur teirra millum, sum arbeiða í Heimatænastuni. Ikki færri enn 222 av teimum 1111 starvsfólkunum har eru eldri enn 60 ár. Hetta er fimti hvør. Í Barnatænastuni er einki starvsfólk yngri enn 30 ár. Hetta kemst av, at her starvast heilsufrøðingarnir, sum eru serútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar og sostatt hava eina rættiliga drúgva útbúgving. Harafturímóti vísir talva 2.1, at Trivnaðartænastan tykist at fáa fatur á yngri starvsfólkum. Har eru bara 9 prosent, sum eru eldri enn 60 ár, og hesin bólkurin er minni enn bólkurin av teimum, sum eru undir 30 ár. 2.3 Fakbýti Pedagogar og heilsuhjálparar eru størstu starvsbólkarnir í Nærverkinum. Aðrir stórir bólkar eru sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar. Mynd 2.3. Allir pedagogarnir eru í antin Trivnaðartænastuni ella Stuðulstænastuni, meðan heilsuhjálpararnir arbeiða at kalla bert í Heimatænastuni. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru serliga í Heimatænastuni, umframt at teir serútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnir eru heilsufrøðingar í Barnatænastuni. Heilsurøktararnir eru fyri tað mesta í Heimatænastuni. Av teimum 347 starvsfólkunum, sum fáa løn eftir pedagogfelagssáttmálanum, eru 151 útbúgvin, meðan 196 eru ófaklærd. Hjá heilsuhjálparunum hava eitt sindur færri enn helvtin onga útbúgving (205 av 553). 85 starvsfólk í bólkinum ’Annað’ eru limir í arbeiðarafeløgum. Tilsamans 486 starvsfólk í Nærverkinum verða tí roknað sum ófaklærd. Hetta svarar til 30 prosent av starvsfólkahópinum. 2.4 Landafrøðiligt býti Mynd 2.4 vísir, at Suðurstreymoy er størsta einstaka starvsstaðið hjá Nærverkinum. Har arbeiða um 40 prosent av starvsfólkinum. Hetta samsvarar væl við fólkatalið í økinum. 2.5 Kynsbýti Nógv tey flestu starvsfólkini (92 prosent) eru kvinnur. Mynd 2.5. Hetta kemst óivað av, at tað at ansa gomlum og óhjálpnum eru siðbundin kvinnustørv. Menninir, sum hóast alt arbeiða í Nærverkinum, eru teir flestu í Trivnaðartænastuni og Stuðulstænastuni. Í hesum báðum tænastunum telja menninir ávikavist 20 prosent og 24 prosent av starvsfólkunum. Meira enn helvtin av øllum monnunum (63 í tali) eru í Trivnaðartænastuni. Í Heimatænastuni eru nærum eingir menn (bert umleið 2 prosent). Flestu menninir eru har húsavørðar o.t.l. og sostatt ikki í sjálvari røktini. Í Barnatænastuni eru eingir menn. Talva 2.3. 2.6 Niðursett tíð Starvsfólkini í Nærverkinum eru omanfyri tald sum fólk og ikki sum ársverk. Í Nærverkinum er sera vanligt, at fólk ikki arbeiða fulla tíð. Ofta er tað tí, at størvini eru skipað soleiðis, at ikki ber til hjá øllum at arbeiða fulla tíð. Eitt dømi um hetta eru røktarheimini. Í eini útrokning, sum Almanna- og heilsumálaráðið gjørdi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2008, varð upplýst, at tað krevst 1,1 starvsfólk til hvørt røktarheimspláss. Men her varð roknað við fulltíðarstarvsfólkum. Verða persónar taldir heldur enn ársverk, gerst talið á starvsfólki til hvønn brúkara 1,5 og ikki 1,1. Fyri hvørja ferð tosað verður um tørv á fleiri ársverkum, verður tí samstundis tosað um enn størri tørv á einstøkum starvsfólkum. MYND 2.1: Starvsfólkið skift millum tænasturnar [pic] (Kelda: Sp/f Damco) MYND 2.2: Starvsfólkið skift í aldursbólkar (Kelda: Sp/f Damco) TALVA 2.1: Starvsfólkið skift eftir aldri og tænastum <30 30-40 40-50 50-60 60+ Til samans Trivnaðartænastan 30 78 93 78 29( 9 %) 308 Heimatænastan 96 202 245 346 222(20 %) 1111 Stuðulstænastan 12 29 26 43 21(17 %) 131 Meginskrivstovan 1 4 4 6 2( 6 %) 17 Til samans 139 320 377 484 280(17 %) 1600 (Kelda: Sp/f Damco) MYND 2.3: Starvsfólkið skift í fakbólkar Skift eftir teimum lønarsáttmálum, starvsfólkini eru lønt eftir. Í bólkinum ‘Annað’ eru m.o. starvsmannafelagslimir og arbeiðarafelagslimir. (Kelda: Sp/f Damco) TALVA 2.2: Starvsfólkið skift eftir fakbólkum og tænastum Pedagogar Heilsufrøðingar Sjúkrarøktarfrøðingar Barnatænastan 33 0(0 %) 33 Trivnaðartænastan 245 63(20 %) 308 Heimatænastan 1088 23(2 %) 1111 Stuðulstænastan 100 31(24 %) 131 Meginskrivstovan 12 5(29 %) 17 Til samans 1478 122(8 %) 1600 (Kelda: Sp/f Damco) 3. Starvsfólkatørvurin fram til 2015 Nærverkið hevur eina risauppgávu fyri framman til tess at fáa fatur á nóg nógvum starvsfólki. Tilsamans fer stovninum at tørva umleið 715 nýggj starvsfólk komandi sjey árini. Av hesum eru 280, sum mugu koma í staðin fyri tey, sum fara frá fyri aldur, meðan Nærverkinum tørvar 440 starvsfólk at røkja økt og nýtt virksemi. Kanningin av tørvinum innan tær ymsu tænasturnar, sum eru nærri greinaðar í teimum komandi trimum kapitlunum, vísa, at Heimatænastan má hava 465 starvsfólk afturat, Trivnaðartænastan 150, Stuðulstænastan 80, Barnatænastan 15 og Meginskrivstovan 5 starvsfólk. Brúka vit sama lutfall millum núverandi starvsbólkarnar í hesum tænastum, kunnu vit rokna við, at Nærverkið skal brúka 236 fleiri heilsuhjálparar, 177 pedagogar, 105 sjúkrarøktarfrøðingar, harav nakrar heilsufrøðingar, 92 heilsurøktarar, 16 ergoterapeutar ella fysioterapeutar og 89 onnur starvsfólk. Talva 3.1. Nærverkið hevur valt at kanna starvsfólkatørvin fram til 2015, fyri ein part tí at landsstýrið, sum sat frá 2004 til 2008, í arbeiðinum við teirri sonevndu ’Visión 2015’, legði ætlanir um, hvussu samfelagið skal verða skipað tá, herundir hvørjar tænastur, tað almenna skal veita borgarunum. Áramálið er eisini valt, tí at tað er somikið avmarkað, at óvissan í tølunum ikki gerst ov stór. Í teimum starvsfólkatørvunum, sum eru nevndir omanfyri, verður bert roknað við teimum tænastunum, sum tað í løtuni er greitt, at Nærverkið skal veita. Tørvurin á starvsfólki veldst í stóran mun um talið á brúkarum av tænastunum, Nærverkið hevur. Tørvurin byggir sostatt m.a. á metingar um og hagtøl fyri, hvussu nógv fleiri eldri fólk verða í Føroyum í 2015, gongdina í talinum av menningartarnaðum umframt gongdina í talinum á brúkarum av øðrum tænastum hjá Nærverkinum. ingar fyri at fáa eina heildarmynd. Av tí at tað ikki eydnaðist at fáa tøl frá øllum røktarheimunum, eru gjørdar ymiskar metingar, bygdar á tøk tøl og aðrar upplýsingar. Tað, at hagtølini eru frá ymiskum skipanum, hevur eisini gjørt, at allar greiningarnar hava ikki øll starvsfólkini við. Hetta er tí, at allir upplýsingarnir eru ikki í øllum skipanunum. Tó verður mett, at hagtølini eru nøktandi. Lønartølini eru sostatt grundarlagið undir støðumynd av, hvør arbeiðir í Nærverkinum nú, og hvat eyðkennir tey. Fyri at áseta, hvussu nógvir nýggir brúkarar verða, verða nýttar framskrivingar av fólkatalinum, sum eftirlønarbólkurin hjá Landsstýrinum hevur gjørt. Eisini eru nýtt tøl frá Nærverkinum um menningar Ein onnur týðandi orsøk til tann stóra starvsfólkatørvin er, at nógv starvsfólk fara frá fyri aldur komandi árini. Sum ávíst í undanfarna kapitli eru nógv starvsfólk yvir 60 ár. Nógv teirra røkka eftirlønaraldrinum og fara tí úr starvi innan 2015. Hetta fer væntandi at henda, hóast eftirlønaraldurin hækkar næstu árini, tí nógv av arbeiðinum í Nærverkinum er so strævið, at starvsfólk kortini fara frá fyri aldur. Tað minkar ikki um avbjóðingina hjá Nærverkinum, at ein stovnur við ikki færri enn 1600 starvsfólkum neyvan sleppur undan at missa starvsfólk av øðrum ávum enn aldri. Hendan kanningin leggur tó ikki upp fyri hetta fráfallið. Í teimum næstu kapitlunum verður hugt eitt sindur neyvari at starvsfólkatørvunum innan tær ymsu tænasturnar. TALVA 3.1: Starvsfólkatørvurin fram til 2015 skift eftir fakbólkum og tænastum Pedagogar Heilsufrøðingar Sjúkrarøktarfrøðingar Heilsuhjálparar Heilsurøktarar 100 101,2 102,2 102,8 102,7 >67 5.849 6.080 6.396 6.654 7.034 100 103,9 109,3 113,8 120,3 (Kelda: Eftirlønarbólkurin hjá landsstýrinum) MYND 4.1: Gongdin í talinum av teimum, sum verða 67 ár og eldri’ (Kelda: Eftirlønarbólkurin hjá landsstýrinum) MYND 4.2: Tey, sum eru eldri enn 66 ár, og tey í arbeiðsførum aldri (Gevið gætur, at stigin vinstrumegin vísir talið á teimum gomlu, meðan stigin høgrumegin vísir talið á teimum millum 20 og 66 ár) (Kelda: Eftirlønarbólkurin hjá landsstýrinum) MYND 4.3: Starvsfólkið í Heimatænastuni – skift eftir aldri (Kelda: Sp/f Damco) MYND 4.4: Starvsfólkið í Heimatænastuni úti í privatu heimunum – skift eftir starvsaldri (Kelda: Sp/f Damco) TALVA 4.2: Aldursbólkurin ‘60-66 ár’ borin saman við samlaða fólkatalið 31.12.2007 – skift á øki Øki Til samans Millum 60 og 66 Lutfall Alt landið 48.433 3.441 7,10 % Suðurstreymoy 18.430 1.220 6,62 % Norðstreymoy/Vágar 6.859 502 7,32 % Norðoyggjar 5.986 449 7,50 % Eysturoy 10.793 745 6,90 % Sandoy 1.450 121 8,34 % Suðuroy 4.915 404 8,22 % (Kelda: Hagstovan) MYND 4.5: Aldursbólkurin ‘60-66 ár’ borin saman við samlaða fólkatalið 31.12.2007 – skift á øki (Kelda: Hagstovan) MYND 4.6: Meðalaldurin á starvsfólkunum, sum veita tænastur í privatum heimum – skift á øki (Kelda: Sp/f Damco) 5. Hinar tænasturnar 5.1 Trivnaðartænastan Trivnaðartænastan hevur eisini stórar avbjóðingar fyri framman. Nærverkið hevur roknað út, at tørvur verður á umleið 150 nýggjum stovnsplássum næstu 10 árini. Tey menningartarnaðu, sum í dag eru millum 10 og 18 ár, og sum enn eru undir Almannastovuni, eru øll vorðin 18 ár í 2015 og tí komin undir Nærverkið. Tá farið varð undir at flyta tey menningartarnaðu heim aftur í 1980, vórðu tey eldru eftir í Danmark. Tey yngru, sum fluttu heim, eru nú vorðin eldri, og neyðugt er við nýggjum og øðrvísi tilboðum til teirra. Javnvág er heldur ikki millum frágongd og tilgongd, og brúkararnir gerast tí alsamt fleiri. Talva 5.1 vísir tørvin kring landið. Lutfalsliga er hann størstur í Eysturoy. Í Trivnaðartænastuni verður ikki so nógv bygt í løtuni. Bert tvey heim eru á veg. Annað er heimið fyri autistar í Klaksvík við fimm búplássum. Hitt er bútilboðið á Leitisvegi við sjey búplassum. Tá hugsað verður um tann skjótt vaksandi tørvin, er neyðugt við fleiri búplássum næstu árini. Men í mun til politisku ætlanirnar á eldraøkinum, sum vit sóu frammanfyri, er politisk støða ikki tikin til fleiri byggingar til at nøkta tørvin hjá teimum menningartarnaðu. Tað er kortini greitt, at brúk verður fyri nógvum nýggjum starvsfólkum at nøkta tørvin hjá teimum 150 fleiri brúkarunum komandi árini. Talvurnar 1.3 - 1.6 í 1. kapitli vístu, at 114 búfólk eru á bústovnum og sambýlum, at 13 pláss eru á umlættingarstovnunum, og at 57 brúkarar av verkstøðum og verkhúsum harafturat búgva heima í dag. Trivnaðartænastan hevur sostatt í dag tilsamans 184 brúkarar. Talva 2.1 í 2. kapitli vísti harafturat, at í dag starvast 308 fólk í tænastuni. Hetta merkir, at í dag arbeiða 1,68 starvsfólk fyri hvønn brúkara. Brúka vit sama lutfallið komandi árini, merkir tað, at brúk verður fyri umleið 250 nýggjum starvsfólkum fyri at nøkta allan tørvin í 2015, um øll skulu fáa eitt bútilboð. Tað er kortini ikki sannlíkt, at allur tørvurin verður nøktaðu tá. Siga vit, at helvtin av tørvinum verður nøktaður, skal Trivnaðartænastan hava 125 starvsfólk afturat. Sambært uppgerðini í 2. kapitli fara 29 starvsfólk frá fyri aldur hetta tíðarskeiðið. Hetta merkir, at Trivnaðartænastan í rundum tølum hevur tørv á 150 starvsfólkum afturat fram til 2015. 5.2 Stuðulstænastan Tað er heldur truplari at framskriva og meta um komandi tørvin hjá teimum sálarliga ella likamliga brekaðu, sum brúka Stuðulstænastuna. Tað er kortini greitt, at tveir stovnar verða bygdir næstu árini: Sambýlið fyri sálarsjúk í Havn við 10 búplássum (sum seinni verður víðkað við seks búplássum) og Økisdepilin í Suðuroy við átta búplássum og tveimum umlættingarplássum. Stuðulstænastan skal sostatt sum er brúka starvsfólk til 26 nýggj búfólk næstu árini. Eisini í hesum føri ber til at falda talið við 1,5 og soleiðis fáa ein tørv á umleið 40 nýggjum starvsfólkum. Harafturat er longu komið eitt økt virksemi síðani mars 2008 svarandi til 10 starvsfólk. Í hesum tølum er ikki lagt upp fyri, at tað í 2015 verða fleiri stovnar og tí brúk fyri enn fleiri starvsfólkum. Nærverkið metir, at Stuðulstænastuni fer at tørva eini 60 nýggj arbeiðspláss. Harumframt bendir aldursbýtið á starvsfólkunum á, at 22 starvsfólk fara frá fyri aldur, soleiðis at tørvurin á nýggjum starvsfólkum til Stuðulstænastuna verður umleið 80. 5.3 Barnatænastan tarnað næstu árini. Aðrar framskrivingar eru gjørdar eftir samrøður við Nærverkið. Í øllum framskrivingum eru sjálvandi ávísar óvissur, men í hesum førinum er talan um smáar óvissur. Framskriving av fó Fleiri ymisk viðurskifti bera í sær, at Barnatænastuni eisini fer at tørva fleiri starvsfólk. Fyrst og fremst er nýggj løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung sett í gildi. Hendan lógin og kunngerðin frá november 2007 áleggja Barnatænastuni fleiri og nýggjar uppgávur. Tær eru Serlig átøk til foreldur/børn við serligum tørvi Ráðgeving til fakfólk á stovnum og í skúlum viðv. sálarligari, sosialari og likamligari heilsu og trivnaði Eftirlit við heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á stovnum og skúlum. (Hetta eru stórar uppgávur, tí tilsamans eru umleið 85 stovnar og 63 skúlar) Nýggj barnaverndarlóg, sum setir stór krøv til Barnatænastuna viðv. skikkaðari málsviðgerð í sambandi við barnaverndarmál, har tey tyngru málini gerast alsamt fleiri Økta og nýggja tænastan til stovnar og skúlar verður mett at krevja seks nýggj størv (trý til stovnarnar og trý til skúlarnar). Økt krøv til málsviðgerð verður mett at krevja tvey størv. Í 2. kapitli sóu vit, at seks heilsufrøðingar fara frá fyri aldur. (Landafrøðiliga er tørvurin á hesi tænastuni tann øvugti av tørvinum í Heimatænastuni. Tørvurin er størstur í miðstaðarøkinum, har flestar barnafamiljur búgva og búseta seg). Barnatænastuni tørvar sostatt átta nýggj størv afturat til tess at røkja nýggjar uppgávur og seks nýggj starvsfólk vegna frágongd fyri aldur. Tænastuni tørvar tískil umleið 15 nýggj starvsfólk afturat í 2015. 5.4 Meginskrivstovan Leiðsla og umsiting verða í dag rikin við lítlari manning í mun til støddina á Nærverkinum. Væntandi fer tað at krevja meira av umsiting, at so nógv fleiri starvsfólk skulu verða í Nærverkinum í 2015. Stovnurin metir, at longu nú er tørvur á umleið fimm fólkum afturat. 5.5 Endurvenjingartænastan Almanna- og heilsumálaráðið hevur gjørt eitt álit um eina nýggja endurvenjingartænastu. Hendan tænastan skal ætlandi liggja undir Nærverkinum sum ein sjálvstøðug tænasta. Hetta krevur fleiri starvsfólk, men tey eru ikki tikin við her, tí óvissan um nýggju tænastuna er ov stór. Talva 5.1: Tørvurin á plássum til menningartarnað – skift millum økini Øki Bústovnapláss Norðuroyggjar 21 Eysturoy 43 (3) Streymoy 51 (5) Vágar 5 Sandoy 5 Suðuroy 10 Til samans 135 (8) (Kelda: Nærverkið) 6. Tilgongd av starvsfólki At fáa eina nettotilgongd av í minsta lagi 715 egnaðum starvsfólkum komandi sjey árini verður ein stór avbjóðing fyri Nærverkið. Stovnurin fær í flestu førum sína útbúnu arbeiðsmegi frá føroyskum og útlendskum skúlum, sum útbúgva pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. lki í eftirlønaraldri er gjørd við grundarlagi í talinum á teimum, sum nú eru um 60 ára aldur og eldri, og tey ber til at framskriva rættiliga neyvt. Teirra millum má fyrst og fremst dúvast upp á tey, sum verða útbúgvin á skúlum í Føroyum ella kanska umvegis internetið á skúlum aðrastaðni. Nýggjastu kanningarnar hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi vísa, at sera fáir av teimum útbúnu føroysku útisetunum ynskja at flyta aftur til Føroya. Serliga kvinnurnar eru trekar at flyta heim, og hetta kann raka júst stovnar sum Nærverkið, hvørs størv í høvuðsheitum verða fatað sum siðbundin kvinnuarbeiði. Harafturat kann Nærverkið royna at taka starvsfólk frá øðrum føroyskum stovnum, men teimum trýtur eisini arbeiðsmegi. Nógvir føroyingar, sum hava viðkomandi útbúgvingar, arbeiða uttanlands, flestu teirra í Danmark. Men at fáa tey aftur til Føroya verður eins trupult sum – fyri ikki at siga truplari enn - at fáa teir nýútbúnu útisetarnar heim. At fáa tey út um Havnina gerst enn truplari. 6.1 Útbúgvingar í Føroyum Útbúgvingarstovnarnir í Føroyum, sum veita Nærverkinum starvsfólk, klekja umleið hundrað næmingar um árið. Talva 6.1. Pedagogskúlin í Havn klekir vanliga ein flokk við 20-25 næmingum. Ætlanin er at økja hetta til tveir flokkar, men hetta gevur ikki fleiri liðugt útbúgvin fyrr enn fýra ár seinni. 20-25 næmingar verða eisini á hvørjum ári tiknir inn á sjúkrarøktarfrøðiskúlan í Havn. Eisini her er ætlanin at taka tveir flokkar inn komandi árini, men hendan útbúgvingin tekur eisini fýra ár. Síðani 2001 hevur eisini borið til at læra til heilsurøktara og heilsuhjálpara á Heilsuskúlanum á Tvøroyri. Hesar útbúgvingar taka ávikavist 22 og 15 mánaðir. Árliga verða einir 20 røktarar og einir 30 hjálparar liðugt útbúnir. Vanliga fella nakrir næmingar frá útbúgvingunum á hvørjum ári. Framskrivingin viðvíkjandi menningartarnaðum byggir á talið av fólki, sum nú eru millum 10-18 ár, og sum við stórari vissu koma inn Rokna vit tó við teirri fortreyt, at eingi fráfall eru, og at skúlarnir næstu árini taka hvørki fleiri ella færri næmingar enn teir nevndu inn, kunnu vit vænta, at 850 liðugt útbúgvin verða klakt á føroysku skúlunum fram til 2015. Til og við 2012 verða sum nevnt 100 klakt. Tey trý næstu árini frá 2013 til 2015 verða tey 150, um vit rokna við tveimum flokkum á ávikavist pedagogskúlanum og sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Talva 6.1. Nærverkið má kappast við onnur arbeiðspláss, eitt nú sjúkrahúsini og dagstovnarnar, um tey nýútbúnu, og tað er greitt, at tey fara ikki øll at leita sær starv í Nærverkinum. Hetta veldst um, hvussu áhugavert, Nærverkið er sum arbeiðspláss. Hyggja vit at, hvussu nógv av teimum útbúnu í dag arbeiða í Nærverkinum, síggja vit, at meðan nærum allir limirnir í Almanna- og heilsurøktarafelagnum arbeiða í Nærverkinum, so er hetta “bert” galdandi fyri 367 pedagogar, ella 20 prosent av teimum 1840 í limaskaranum hjá Pedagogfelagnum. Brúka vit somu lutføll, kunnu vit vænta, at av teimum 850 nýútbúnu í 2015, fara 454 at arbeiða hjá Nærverkinum. Talva 6.2. Talan er sjálvsagt bert um leysligar metingar. Harafturat er ikki lagt upp fyri, at meira enn helvtin av pedagogunum í Nærverkinum í dag eru ófaklærdir. Talva 6.3 vísir, at innan høvuðsfakbólkarnar í Nærverkinum fara í 2015 serliga at vanta pedagogar, heilsuhjálparar og sjúkrarøktarfrøðingar. Heldur lættari verður at nøkta tørvin á heilsurøktarum. Tilsamans fara at vanta omanfyri 150 útbúgvin starvsfólk í 2015, um Nærverkið bert dúvar upp á tey, sum verða útbúgvin á føroyskum skúlum. 6.2 Útbúgvingar uttanlands Nógvir føroyingar lesa og læra eisini uttanlands. Stuðulsstovnurin upplýsir, at í løtuni læra 155 føroyingar til pedagog uttanlands, 70 til sjúkrarøktarfrøðing, 19 til ergoterapeut og 20 til fysioterapeut. Talva 6.4. Nógv tey flestu teirra lesa í Danmark. Stuðulsstovnurin hevur ikki talið á teimum, sum læra til heilsurøktara og heilsuhjálpara uttanlands, tí hesi fáa ikki stuðul, men løn, meðan tey læra. Í tølunum fyri pedagogar eru eisini tey, sum læra umvegis internetið. Hóast her er eitt gott og vælútbúgvið tilfeingi hjá Nærverkinum at troyta, er tað eingin hissini uppgáva at fáa starvsfólk uttaneftir. Nýggja útisetakanningin hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi vísir greitt, at føroyskir útisetar hava lítlan hug at flyta aftur til Føroya at búgva og virka. Bert fimta hvør føroysk kvinna og fjórði hvør føroyskur maður í Danmark ynskja at flyta aftur til Føroya at búgva. Talva 6.5. Talið er enn lægri, tá talan er um stakar kvinnur. Ein stórur partur av útisetunum – serliga kvinnurnar – hevur fingið sær danskan ella annan útlendskan maka og hevur stovnað familju í Danmark. Leggja vit harafturat upp fyri, at Nærverkið skal kappast við sjúkrahús, barnagarðar og onnur um teir útisetarnar, sum koma heim, er trupult at ímynda sær, at hesi kunnu bøta munandi um starvsfólkatørvin innan tær ymsu fakbólkarnar, sum er lýstur í talvu 6.3. Støðan viðvíkjandi pedagogunum er tó eitt sindur serlig, av tí at ein partur av teimum 155 lesandi uttanlands lesur umvegis internetið. Hesi flyta ikki av landinum og missa ikki á sama hátt sum útisetarnir sambandið við Føroyar og hugin at virka her. Hetta loysir tó verri enn so tørvin hjá Nærverkinum. Taka vit sum dømi, at annarhvør pedagoglesandi á útlendskum skúla býr í Føroyum og lesur umvegis internetið, er talan í løtuni um stívliga 75. Eisini hesi má Nærverkið kappast um við onnur arbeiðspláss. Brúka vit sama lutfallið millum limir í pedagogfelagnum og pedagogarnar í Nærverkinum sum omanfyri, fara ikki fleiri enn 15 av teimum núverandi lesandi á útlendskum skúla seinni at arbeiða í Nærverkinum. Stovninum fer sostatt kortini at vanta omanfyri hundrað pedagogar í 2015. Landafrøðiligi trupulleikin gerst eisini átroðkandi, tá tað ræður um útisetarnar. Er tað trupult at fáa útisetarnar at flyta aftur til Havnar, er tað enn truplari at fáa teir heim at manna størv kring landið. Talva 6.6 vísir, at 71 prosent av teimum, sum yvirhøvur umhugsa at flyta heim, vilja búgva í Tórshavnar kommunu, hóast bert 45 prosent upprunaliga stava haðani. 6.3 Føroyski arbeiðsmarknaðurin Ein onnur kelda, sum Nærverkið í prinsippinum kann taka av, er tilfeingið av útbúnum eins væl og ófaklærdum starvsfólkum, sum í dag starvast á øðrum føroyskum arbeiðsplássum. Mynd 6.1 vísir, at stívliga 500 starvsfólk innan fakbólkarnar, sum eru viðkomandi fyri Nærverkið, arbeiða á øðrum stovnum undir landinum enn Nærverkinum og Landssjúkrahúsinum. Talan er serliga um nógvir pedagogar, sum t.d. arbeiða á stovnum undir Almannastovuni, m.a. við menningartarnaðum børnum. Eisini arbeiða nógvir sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar á sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy. Tað hevur ikki borið til at fáa neyv tøl fyri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, men har eru 231 ársverk sum sjúkrarøktarfrøðingar og 64 ársverk sum onnur røktarstarvsfólk. Ivasamt er, í hvussu stóran mun tað ber til hjá Nærverkinum at taka hesi starvsfólk, tí hini almennu arbeiðsplássini hava eisini stóran tørv á arbeiðsmegi, og tí nýtist Nærverkinum at hava okkurt framíhjá at bjóða fyri at fáa nóg nógv teirra at skifta arbeiði. Tey flestu arbeiða í almennum størvum, og tí ber ein tílík gongd harafturat í sær, at tað almenna varðveitir trupulleikan uttan mun til, um starvsfólkini arbeiða í Nærverkinum ella har, tey virka í dag. Eisini ger tað seg galdandi, at at kalla allir limirnir í onkrum av fakbólkunum longu arbeiða í Nærverkinum. Heilsuhjálparafelagið hevur í dag tilsamans 563 limir. Mynd 6.2 vísir, at nógv teirra eru í 50-unum og eldri. Umleið helvtin av limunum í felagnum eru ófaklærd. Heilsuskúlin í Suðuroy fer uttan iva at broyta hetta. Nógv teir flestu limirnir í Heilsuhjálparafelagnum arbeiða í Nærverkinum. Aldursbýtið millum limirnar í Almanna- og heilsurøktarfelagnum er nakað tað sama. Felagið hevur 246 limir. Umleið helmingurin arbeiðir í Nærverkinum. Mynd 6.3. Tað sæst á limaskaranum hjá Ergoterapeutfelagnum, at her er talan um eina nýggja útbúgving millum føroyingar. Av teimum 41 limunum eru tey flestu í 30-unum. Mynd 6.4. Ein orsøk kann vera, at tað ikki higartil hava verið størv til ergoterapeutar í landinum. Ein onnur orsøk er helst, at hendan útbúgvingin kann ikki takast í Føroyum. Fysioterapeutútbúgvingin er eisini rættiliga nýggj millum føroyingar, hóast meðalaldurin er hægri enn fyri ergoterapeutarnar. Hendan útbúgvingin kann eisini bert takast uttanlands. Fysioterapeutfelagið hevur 59 limir. Mynd 6.5. Føroya Pedagogfelag hevur ikki færri enn 1840 limir. 367 teirra arbeiða í Nærverkinum og 213 hjá landinum annars. Hinir 1260 limirnir arbeiða teir flestu í dagstovnunum. Vit hava ikki upplýsingar um aldursbýtið í pedagogfelagnum. Vit kenna heldur ikki hetta býtið í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum. Hetta felagið hevur 750 limir. 222 teirra arbeiða í Nærverkinum, 231 á Landssjúkrahúsinum og 162 aðrastaðni innan tað almenna. 6.4 Føroyingar á danska arbeiðsmarknaðinum Nógvir føroyingar við viðkomandi útbúgving arbeiða í Danmark. Sambært ein kanning, sum Norðuratlantsbólkurin gjørdi í 2006, arbeiddu 405 føroyingar sum pedagogar, 410 sum sjúkrarøktarfrøðingar og 720 sum sonevndir almanna- og heilsuhjálparar. Talva 6.7. Teir allarflestu av hesum eru sonevndir 1. ættarliðsføroyingar, tvs. at teir eru føddir í Føroyum. Hetta kundi sjálvsagt verið eitt upplagt mið at troyta hjá Nærverkinum. Trupulleikin er kortini hin sami sum viðvíkjandi útisetunum undir útbúgving, tó heldur størri. Tí kanningarnar hjá Norðuratlantsbólkinum vísa, at tess longri útisetarnir hava búð í Danmark, tess trekari eru teir at venda aftur til Føroya. TALVA 6.1: Nýútbúgvin í Føroyum árliga Starvsbólkur Tilgongd 2009-2012 Tilgongd 2013-2015 Pedagogar 25 50 Sjúkrarøktarfrøðingar 25 50 Heilsuhjálparar 30 30 Heilsurøktarar 20 20 Tilsamans 100 150 (Kelda: Sp/f Damco) TALVA 6.2: Nýútbúgvin, sum kunnu væntast at fara í starv í Nærverkinum Til samans í 2015 Nærverkið í 2015 Pedagogar 250 47 Sjúkrarøktarfrøðingar 250 80 Heilsuhjálparar 210 206 Heilsurøktarar 140 120 Tilsamans 850 454 (Kelda: Sp/f Damco) TALVA 6.3: Nýútbúgvin í mun til tørvin í Nærverkinum – skift í fakbólkar Nærverkið í 2015 Tørvurin í 2015 Munur Pedagogar 47 177 130 Sjúkrarøktarfrøðingar 80 105 25 Heilsuhjálparar 206 236 30 Heilsurøktarar 120 92 -28 Tilsamans 454 612 156 Fakbólkarnir fysioterapeutar, ergoterapeutar og ‘annað’ ikki tiknir við (Kelda: Sp/f Damco) TALVA 6.4: Lesandi í Føroyum og uttanlands – skift í fakbólkar Starvsbólkur Føroyar Uttanlands Til samans Pedagogar 117 155 272 Sjúkrarøktarfrøðingar 87 70 157 Ergoterapeutar 19 19 Fysioterapeutar 20 20 Heilsuhjálparar 52 ? Heilsurøktarar 31 ? Til samans 287 (264) (551) Tølini fyri Føroyar eru frá september 2008, tølini uttaneftir frá juni 2008. Stuðulsstovnurin hevur ikki tøl fyri heilsurøktarar og heilsuhjálparar uttanlands, tí hesi fáa ikki stuðul, men løn meðan tey lesa - (Kelda: Stuðulsstovnurin 2008) TALVA 6.5: Hvar ynskja útisetarnir at búgva í framtíðini? Í prosentum Í Føroyum Í Danmark Í Føroyum el. Danmark Í øðrum landi Veit ikki Tilsamans Kvinnur 21% 56% 18% 2% 3% 100% Tilsamans 22% 53% 18% 3% 4% 100% (Kelda: Norðuratlantsbólkurin 2008) TALVA 6.6: Hvagar flyta útisetarnir, um teir koma aftur til Føroya? Í prosentum Tórshavn Annar býur Bygd Ymiskt Tilsamans Bústaður í Føroyum, áðrenn flutt varð av landinum 45% 29% 25% 1% 100% Bústaður í Føroyum, um flutt verður aftur til Føroya 71% 9% 13% 3% 96% (Kelda: Norðuratlantsbólkurin) Mynd 6.1: Starvsfólk undir landinum, men ikki í Nærverkinum ella á Landssjúkrahúsinum, skift í fakbólkar og eftir aldri [pic] (Kelda: Gjaldstovan) MYND 6.2: Limir í Heilsuhjálparafelagnum – skiftir eftir aldri [pic] (Kelda: Heilsuhjálparafelagið) MYND 6.3: Limir í Heilsurøktarafelagnum – skiftir eftir aldri [pic] (Kelda: Heilsurøktarafelagið) MYND 6.4: Limir í Ergoterapeutfelagnum – skiftir eftir aldri [pic] (Kelda: Ergoterapeutfelagnum) MYND 6.5: Limir í Fysioterapeutfelagnum – skiftir eftir aldri [pic] (Kelda: Fysioterapeutfelagið) TALVA 6.7: Føroyingar, búsitandi í Danmark, sum kunnu verða starvsfólk hjá Nærverkinum – skiftir á fakbólkar Starvsbólkur Tal Pedagogar 405 Sjúkrarøktarfrøðingar 410 Almanna- og Heilsuhjálparar 720 (Kelda: Norðuratlantsbólkurin2006) 7. Loysnir og átøk Eingin veit við vissu, hvussu eldrarøkt og tænastur til óhjálpin fara at verða skipað í framtíðini. Nærverkið er m.a. við í royndum at broyta og bøta um tænasturnar gjøgnum t.d. Eden-skipanina og europeiskar verkætlanir sum OLE. Uttan mun til, hvussu komandi árini laga seg, er tað tó greitt, at nógv og góð starvsfólk skulu til fyri at røkja uppgávurnar hjá Nærverkinum. Vit hava sæð, at tað verður trupult at loysa tørvin við bert at dúva upp á starvsfólk, sum í dag eru undir útbúgving, ella sum eru í sama slagi av størvum, antin aðrastaðni í Føroyum ella uttanlands. Neyðugt er tí, at øll sum vara av Nærverkinum og teimum tænastum, sum stovnurin veitir, leggja doyin á at finna loysnir, sum kunnu bøta um støðuna. Niðanfyri eru nakrir møguleikar leysliga viðgjørdir: 7.1 Fleiri í útbúgving Tann loysnin, sum liggur fyrst fyri, er at fáa fleiri fólk útbúgvin innan tey fakøki, sum Nærverkið fevnir um. Bæði sjúkrarøktarfrøðiskúlin og pedagogskúlin gerast nú partur av Fróðskaparsetri Føroya. Hetta eigur at bera í sær, at útbúgvingarnar fáa eitt enn betri umdømi og gerast enn betri umtóktar. Ein møguleiki er, at nýggja skipanin tekur enn fleiri lesandi inn, m.a. so hesi ikki í staðin fara av landinum at lesa fyri seinni at himprast við at flyta heim aftur. Samstundis ber í prinsippinum til at lata Heilsuskúlan útbúgva fleiri heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Hetta krevur tó munandi størri játtanir til Fróðskaparsetrið. Tað er eisini ivasamt, um føroyingar, sum í dag leita sær uttanlands at lesa og læra, høvdu tikið móti teimum somu útbúgvingartilboðunum, um tey funnust í Føroyum. At leita sær nýggjar impulsir er ofta ein sameindur partur av tí at leita sær lærdóm. Útisetakanningin hjá Norðuratlantsbólkinum í 2008 vísir m.a., at bert ein triðingur av teimum, sum eru flutt til Danmarkar fyri at nema sær útbúgving, hevði heldur valt at tikið alla ella ein part av útbúgvingini í Føroyum, um hetta var gjørligt. Spurningurin er eisini, um tað ber til at fáa so nógv fleiri á Heilsuskúlan. Bólkurin av fólki, haðani Nærverkið vanliga hevur heintað ein stóran part av sínum starvsfólki, broytist og minkar munandi. Nógv starvsfólk í Nærverkinum eru ófaklærdar kvinnur, sum um miðjan aldur – t.d. tá børnini eru hálvvaksin ella vaksin – eru komnar á arbeiðsmarknaðin. Summar teirra hava síðani fingið útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari. Hesin bólkurin av kvinnum fer væntandi at minka munandi. Nógv fleiri ungar kvinnur enn áður fara í dag og í framtíðini undir longri, hægri útbúgvingar, sum í flestu førum ikki miða móti vanligum størvum í Nærverkinum. Nógvar teirra gerast júst tær, sum fara av landinum og ikki koma aftur. Avbjóðingin gerst ikki minni av, at onnur stór arbeiðspláss, eitt nú fiskavirkini, eisini kappast um ta ófaklærdu arbeiðsmegina. 7.2 Longri arbeiðstíðir Sum nevnt arbeiða nógv starvsfólk í Nærverkinum niðursetta tíð. Hetta kemst fyri ein part av, at sera nógvar kvinnur arbeiða á stovninum, og tær eru vanliga meira hugaðar enn menninir at arbeiða niðursetta tíð. Høvuðsorsøkin er tó, at nógv arbeiði í Nærverkinum er ov strævið til, at tað kann verða útint fulla tíð. Ein loysn á starvsfólkatrotinum kann verða at fáa flestu starvsfólkini at arbeiða fulla tíð. Men vandin er, at fólk ikki orka hetta. Serliga eru heimahjálpirnar í vanda fyri at gerast útslitnar og soleiðis fyri tíðina enda sum brúkarar heldur enn sum starvsfólk hjá Nærverkinum. Ein gongd leið kann vera at seta arbeiðsuppgávurnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki eitt sindur øðrvísi saman, og leiðslan hevur tí til uppgávu at kanna eftir, hvussu hetta kann gerast. 7.3 Fleiri menn í Nærverkið Vit sóu frammanfyri, at ikki færri enn 92 prosent av øllum starvsfólkunum í Nærverkinum eru kvinnur. Nærum eingir menn eru í Heimatænastuni, sum hevur størstu avbjóðingarnar at fáa nóg mikið av starvsfólki. Tí er tað eitt sjálvsagt uppskot at royna at fáa fleiri menn at arbeiða á stovninum, so hvørt vanliga grundarlagið fyri at heinta starvsfólk millum kvinnur tódnar. Hetta er tó eingin løtt uppgáva. Flestu tænasturnar hjá Nærverkinum verða fataðar sum kvinnuarbeiði burturav og sum ikki serliga tignarligar millum menn. Her krevst uttan iva ein hugburðsbroyting, og tær krevja sum kunnugt tíð. Helst er eisini neyðugt at hyggja at lønunum, skal tað eydnast at draga munandi fleiri menn at stovninum. 7.4 Fleiri ófaklærd At seta ófaklærd í størv, har tað ikki ber til at fáa útbúgvin starvsfólk, kann vera freistandi hjá einumhvørjum arbeiðsgevara. Men hetta er avgjørt ikki ein loysn, sum Nærverkið ynskir at byggja á. Sum nevnt manna ófaklærd fólk longu frammanundan eina rúgva av teimum størvum, har útbúgvingin ikki er eitt ófrávíkiligt krav. Soleiðis eru nógvir pedagogar og heilsuhjálparar ófaklærdir. 7.5 Útlendsk arbeiðsmegi Orðaskiftið um at fáa fleiri útlendingar inn á fiskavirkini og í byggivinnuna er vælkent. Framtíðin tykist tó í eins stóran mun at krevja, at útlendingar koma til Føroya at ansa okkara gomlu og óhjálpnu. Hetta er ikki ókent í øðrum londum. Her eiga vit kortini at hugsa um, at tað kann fáa serliga tey eldru at kenna seg ótrygg, um tey verða ansað av fremmandum fólki. Í hvussu er tosa vit her um eina málsliga og mentanarliga avbjóðing, sum má verða loyst. Ein onnur avbjóðing í hesum sambandi er, at trotið á arbeiðamegi innan almannaøkið er alt annað enn ein serføroyskur trupulleiki. Øll lond í vesturheiminum kenna avbjóðingarnar av teirri sonevndu eldrabylgjuni, har tey eldru gerast lutfalsliga munandi fleiri í tali. Ein OECD-frágreiðing frá 2005 vísir t.d., at skal tað bera til at varðveita núverandi tænastustigið innan tað almenna, skulu 75 prosent av øllum útbúnum dønum arbeiða innan tað almenna. OECD nevnir eina ta týdningarmestu orsøkina vera, at tað økta talið á eldri og gomlum spreingir eldrarøktina. Danir hava ósannað hendan tørvin og hava skipað so fyri, at nógv fleiri fólk verða útbúgvin sum heilsuhjálparar. T.d. bar ein frágreiðing, sum Keypmannahavnar kommunu lat gera í 2005, við sær, at næmingatalið varð økt úr 244 upp í 744 eftir einum ári. Eisini arbeiða donsk fakfeløg áhaldandi fyri at fáa teimum fakbólkum, sum Nærverkið hevur tørv á, betri løn. Fleiri verkføll hava verið á danska arbeiðsmarknaðinum. Eydnast tað at hækka lønirnar í Danmark munandi, gerst tað enn truplari at fáa bæði útisetar og útlendingar at koma til Føroya at arbeiða í Nærverkinum. 7.6 Tøknilig frambrot Næstan allar vinnugreinar gerast støðugt effektivari við hjálp av nýggjari tøkni, og í nógvum førum kemur tøknin í staðin fyri partar av handaliga arbeiðinum, soleiðis at starvsfólk alsamt kunnu brúka síni evni betri og betri. Hóast tøknirnar eisini gerast betri innan eldrarøkt og heilsuhjálp, er arbeiðið í Heilsuverkinum í so stóran mun merkt av medmenniskjaligum sambandi, at tøknin á ongan hátt kann loysa starvsfólkið av. Nógvar av tænastunum eru og verða tað, vit nevna arbeiðsintensivar. Tað ber tó til at hugsa sær, at tólmenni einaferð fara at kunna átaka sær partar av arbeiðinum hjá Nærverkinum. Fyribils ber til at effektivisera Nærverkið nakað við smærri tøkniligum frambrotum. Nøkur frambrot eru t.d. roynd í Danmark við góðum úrslitum. 7.7 Størri eindir Tað ber møguliga til at effektivisera Nærverkið nakað við at leggja smærri eindir saman í færri og størri eindir. Tey flestu menningartarnað búgva t.d. í vanligum sethúsum, sum ikki eru bygd til endamálið. Tað ber helst til at fáa meira burtur úr starvsfólkatilfeinginum, verða nøkur størri heim bygd til endamálið. Hetta krevur tó stórar íløgur. Samstundis er tað týdningarmikið, at búfólkini ikki verða flutt úr heimligum umhvørvum í stovnar uttan heimlig eyðkenni. 7.8 Útveiting Útveiting av summum tænastum er ein vælkend mannagongd innan nógvar vinnur, tá tær skulu passa virksemi sítt til starvsfólkahópin. Nærverkið fer at kanna, um tað ber til at lata partar av virkseminum upp í hendurnar á øðrum fyritøkum, og fyri ein part til fólk, sum ikki starvast fast undir stovninum, eitt nú skúlaungdóm. Her mugu vit tó minnast til, at nógv tað mesta av virkseminum hjá Nærverkinum snýr seg um medmenniskjaligt samband, sum krevur stórt nærlagni og royndir. Harafturat er virksemið ógvuliga staðbundið. Tað kann ikki, sum nógv tað mesta av nútíðar virksemi annars, flytast burtur í onnur lond, eitt nú til Kina. Nærverkið hevur heldur ikki møguleika at gera sama slag av samstarvsavtalu við stovnar í grannalondunum, sum eitt nú Landsjúkrahúsið kann gera, har føroyskir sjúklingar t.d. kunnu fáa ein part av viðgerðini frá serlæknum uttanlands. Keldulisti: Nærverkið (2007): Bústovnatørvurin í Trivnaðartænastuni, Nærverk Nærverkið (2007): Lønarkanning hjá Nærverkinum Almanna- og heilsumálaráðið (2007): Álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi (2006): Hagtøl um føroyskar útisetar Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi (2208): Hví føroyingar búseta seg í Danmark Joachim Sperling (2007): Offentligt ansatte skal have mere i løn Københavns Kommune (2005): Dimensioneringsundersøgelse vedrørende social- og sundhedsuddannelserne Lønarlistar frá Gjaldsstovuni, Almanna- og heilsumálaráðnum og røktarheimunum Rokniark frá eftirlønarbólkinum hjá Landsstýrinum Yvirlit frá fakfeløgunum Yvirlit frá Landssjúkrahúsinum Datagrunnur á heimasíðuni hjá Hagstovuni Yvirlit frá Stuðulsstovninum Talvur: 1.1: Røktarheim undir Heimatænastuni (kelda: Nærverkið) 1.2: Eldrasambýli undir Heimatænastuni (kelda: Nærverkið) 1.3: Bústovnar undir Trivnaðartænastuni (kelda: Nærverkið) 1.4: Sambýli undir Trivnaðartænastuni (kelda: Nærverkið) 1.5: Umlættingarstovnar undir Trivnaðartænastuni (kelda: Nærverkið) 1.6: Verkstøð/verkhús undir Trivnaðartænastuni (kelda: Nærverkið) 1.7: Bústovnar/sambýli undir Stuðulstænastuni (kelda: Nærverkið) 2.1: Starvsfólkið skift eftir aldri og tænastum (kelda: Sp/f Damco) 2.2: Starvsfólkið skift eftir fakbólkum og tænastum (kelda: Sp/f Damco) 2.3: Starvsfólkið skift eftir kyni og tænastum (kelda: Sp/f Damco) 3.1: Starvsfólkatørvurin fram til 2015 skift eftir fakbólkum og tænastum (kelda: Sp/f Damco) 4.1: Gongdin í aldursbólkunum ‘20-66 ár’ og ’67 og eldri’ (kelda: Eftirlønarbólkurin hjá landsstýrinum) 4.2: Aldursbólkurin ‘60-66 ár’ borin saman við samlaða fólkatalið 31.12.2007 – skift á øki (kelda: Hagstovan) 5.1: Tørvurin á plássi til menningartarnað – skift millum økini (kelda: Nærverkið) 6.1: Nýútbúgvin í Føroyum árliga (kelda: Sp/f Damco) 6.2: Nýútbúgvin, sum kunnu væntast at fara í starv í Nærverkinum (kelda: Sp/f Damco) 6.3: Nýútbúgvin í mun til tørvin í Nærverkinum – skift í fakbólkar (kelda: Sp/f Damco) 6.4: Lesandi í Føroyum og uttanlands – skift í fakbólkar (kelda: Stuðulsstovnurin 2008) 6.5: Hvar ynskja útisetarnir at búgva í framtíðini? (Kelda: Norðuratlantsbólkurin) 6.6: Hvagar flyta útisetarnir, um teir koma aftur til Føroya? (kelda: Norðuratlantsbólkurin) 6.7: Føroyingar, búsitandi í Danmark – skiftir á fakbólkar (kelda: Norðuratlantsbólkurin2006) Myndir: 2.1: Starvsfólkið skift millum tænasturnar (kelda: Sp/f Damco) 2.2: Starvsfólkið skift í aldursbólkar (kelda: Sp/f Damco) 2.3: Starvsfólkið skift í fakbólkar (kelda: Sp/f Damco) 2.4: Starvsfólkið skift landafrøðiliga (kelda: Sp/f Damco) 2.5: Starvsfólkið skift eftir kyni (kelda: Sp/f Damco) 4.1: Gongdin í talinum av teimum, sum verða 67 ár og eldri’ (kelda: Eftirlønarbólkurin hjá landsstýrinum) 4.2: Tey, sum eru eldri enn 66 ár, og tey í arbeiðsførum aldri (kelda: Eftirlønarbólkurin hjá landsstýrinum) 4.3: Starvsfólkið í Heimatænastuni – skift eftir aldri (kelda: Sp/f Damco) 4.4: Starvsfólkið í Heimatænastuni úti í privatu heimunum – skift eftir starvsaldri (kelda: Sp/f Damco) 4.5: Aldursbólkurin ‘60-66 ár’ borin saman við samlaða fólkatalið 31.12.2007 – skift á øki (kelda: Hagstovan) 4.6: Meðalaldurin á starvsfólkunum, sum veita tænastur í privatum heimum – skift á øki (kelda: Sp/f Damco) 6.1: Starvsfólk undir landinum, men ikki í Nærverkinum ella á landssjúkrahúsinum (kelda: Gjaldsstovan) 6.2: Limir í Heilsuhjálparafelagnum – skiftir eftir aldri (kelda: Heilsuhjálparafelagið) 6.3: Limir í Heilsurøktarafelagnum – skiftir eftir aldri (kelda: Heilsurøktarafelagið) 6.4: Limir í Ergoterapeutfelagnum – skiftir eftir aldri (kelda: Ergoterapeutfelagið) 6.5: Limir í Fysioterapeutfelagnum – skiftir eftir aldri (kelda: Fysioterapeutfelagið) -----------------------[pic] [pic] [pic] [pic] [pic] [pic] [pic] [pic] [pic] [pic] -----------------------28