Heðin Jákupsson 2019-08-06 In.fo - 21.01.19 Tíðindi Áki Bertholdsen 21.01.2019 (08:30) Fáa bót fyri at órógva fólk við við dronuflúgving Í gjáramorgunin ringdu fólk á Trøllanesi til løgregluna at boða frá, at tveir mans vóru í bygdini, har teir flugu við dronu uppi yvir húsunum. Tað eru strangar reglur fyri dronuflúgving, og í hesum sambandi er ikki loyvt at flúgva í bygdum øki, ella ímillum hús. Fyri yvirhøvur at kunna flúgva við dronu, krevst eisini prógv í dronuflúgving, umframt at boðast skal frá hjá løgregluni, tá ið farið verður at flúgva. Í hesum føri var talan um tveir útlendingar, men tá ið teir komu aftur til Klaksvíkar, stóð løgreglan fyri teimum. Løgreglan sigur, at teir høvdu dronuprógv, men teir høvdu ikki boðað frá, at teir fóru at flúgva við dronu, og harafturat flugu teir í bygdum øki, sum teir ikki hava loyvi til. Løgreglan sigur, at nú er málið tikið upp, og tað fáa teir so ein bót fyri. Dagfinn Olsen 19.01.2019 (14:38) Tónleikaligt nýggjárbrak Tónabrúgv 2019 byrjar við einum festligum braki í Spaniastovu leygarkvøldið 19.januar. Tá fara Jens Marni Hansen, Janus Wiberg Mortensen og Pauli Magnusen at spæla egin løg. Talan er um nýggjan og eldri fjølbroyttan tónleik bæði folk, pop, kontri og rokk. Jens Marni er rættiliga kendur á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur spælt við Kjølar, All That Rain, Showmenn og Faktor 4. Síðani 2008 hevur hann sjálvur lætið úr hondum: The right way, 2008, Anywhere you wanna go, 2013, og í 2014 gav hann út Føroyskir klassikarar. Janus Wiberg Mortensen tók føroyska tónleikapallin meir ella minni við storm, tá hann í 2014 gav út fløguna Breathing. Janus hevur veruliga gjørt vart við síðani, og í 2017 gav hann út Mítt vakra Føroya land, sum hevur verið nógv at hoyrt. Pauli Magnusen er kendur basleikari úr Vestmanna. Hann hevur drúgvar royndir sum basleikari saman við fleiri av fremstu tónleikarum í Føroyum. Barbara Holm 18.01.2019 (23:30) Nú eru 1500 fólk meldað til Mikumorgun var Royal Run almannakunngjørt at vera í Klaksvík í summar, og sama morgun varð latið upp fyri, at fólk kunnu meldað seg til. Og nú tiltakið hevur verið alment í hálvt annað døgn, hava smá 1500 fólk meldað seg til. Tað var undir seinastu almennu vitjanini hjá krúnprinsinum í Klaksvík, at hann fekk hugskotið til at halda Royal Run í Klaksvík. Sjálvur segði krúnprinsurin sambært Tv2, at hann eina áheitan í Klaksvík. - Tey spurdu heldur leiðandi inntil, um Royal Run kundi vera í Klaksvík. Eg tók tað bara upp á orðið, segði Fríðrikur krúnprinsur sambært Tv2 mikudagin. Eirikur Lindenskov 19.01.2019 (06:29) 12 hava fingið bót fyri at bera burka Løgreglan í Danmark hevur nú reist 20 ákrærur og givið 12 bøtur til persónar, sum hava brotið lógina um burkaforboð – ella »tildækningsforbuddet«, sum danir nevna tað, ið kom í gildi fyri hálvum ári síaðni. Professari er tikin á bóli av høga talinum. Tað skrivar Kristeligt Dagblad. Tað var tann 1. august í fjør, at eitt av teimum mest umstríddu liltøkunum á útlendingaøkinum í Danmark kom í gildi, lógin um burkaforboð, sum ger tað ólógligt at bera millum annað tey andlitsdekkandi muslimsku klædnapløggini niqab og burka úti alment. Og tað av bótum fyri at bróta lógina er vaksandi. Tøl frá Ríkispolitinum, sum Kristeligt Dagblad hevur fingið innlit í, vísa, at tað til 8. januar í ár eru reistar 20 ákærur og givnar 12 bøtur til 12 ymsar persónar fyri brot á tildekningsforboðið. Tølini koma óvart á Thomas Elholm, revsirættarprofessarar á Københavns Universitet, sum tað koma dátt við , at tølini eru so høg. – Eg hevði ikki trú, at tað fóru at vera so mong eftir einum hálvum ári. Tað eru avgjørt áhugaverd tøl, sigur Thomas Elholm, sum tó tekur tað fyrivarni, at tað ikki er greitt, um allar bøtirnar eru givnarí senn í einum bólki av til dømis niqabkløddum kvinnum. Men tað bendur á, at løgreglan dugir betri og betri at handeva lógina: – Og vit kunnu í øllum førum siga, at reglan er brúkt. Tá løgreglan fer at brúka eina avgerð, fáa tey eisini royndirnar, sum gera, at tað verður lættar at handheva. Tað útilokar sjálvandi ikki, at tað kunnu koma støður, har tað er trupult at meta um, sigur Thomas Elholm. Tær átta ákærurnar, sum ikki hava givið bót, eru í dømum, har tað enn verður mett um, hvørt bót skal gevast, ella har løgreglan hevur valt ikki at geva bót. Í Føroyum hevur Sjálvstýrisflokkurin fyri langari tíð síðani boðað frá, at flokkurin fer at leggja fram lóg um burkaforboð í Føroyum. Flokkurin heldur tað vera sera umráðandi at fáa hesa lógina samtykta »í friðartíð«, sum Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrinum málbar seg. Enn er tó einki lógaruppskot komið frá Sjálvstýrisflokkinum. Umroknað frá donskum tølum, so kunnu vit í Føroyum risikera, at ein umleið ein kvinna kann síggjast við niqab ella burka. Og tá talið av muslimum í Føroyum er lutfalsliga nógv lægri enn í Danmark, so talið av niqab- ella burkaklæddum kvinnum, sum vit eru í vanda fyri at møta á gøtunum, nakað væl minni enn ein. Øll søgan kann lesast í Kristeligt Dagblad lørdag eller på k.dk kristeligt-dagblad.dk/danmark/12-personer-har-faaet-en-burkaboede Eirikur Lindenskov 19.01.2019 (07:23) Gott ár men eitt sindur lakari enn árið fyri Looknorth í Klaksvík, sum rekur EPS og plastframleiðslu í Klaksvík, hevði 720.000 krónur í yvirskoti í seinasta roknskaparári. Tað er eitt sindur lakari úrslit, enn árið fyri, tá yvirskotið var 2,3 milliónir krónur. Bruttovinningur felagsins var 8,9 milliónir krónur í mun til 10,3 milliónir í 2017 og góðar 11 milliónir í 2016. Felagið rindaði 4,9 milliónir krónur í lønum í mun til 4,5 milliónir í 2017. Langfreistaða skuldin hjá felagnum er í roknskaparárinum minkað við einari millión krónum úr 5 niður í 4 milliónir krónur. Felagið rindaði 170.000 krónur í skatti. Felagið er væl fyri, tí fíggjarstøðan vísir eina eginogn upp á 17 milliónir krónur. Stjóri í P/F Looknorth er Árni Skaale. Nevndarformaður er Jørgin Ellingsgaard, nevndarlimir eru Árni Skaale og Jón Purkhús, allir í Klaksvík. Áki Bertholdsen 19.01.2019 (08:30) Hatta ljóðar spennandi Hatta ljóðar spennandi. Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, tá ið hann verður spurdur um møguleikan fyri at fara undir regluliga sigling við ferðafólki og farmi ímillum Suðuroy og Skotland. Strandferðslan hevði slíka sigling fyri 20 – 30 árum síðani, men hon datt niðurfyri einaferð í nítiárununum. Men nú hava borgarstjórarnir í Suðuroy mælt til at Strandferðslan tekur hesa rutuna upp aftur, tí teir halda, at hetta kundi verið ein øgiligur vinnur fyri Suðuroynna, og Føroyar, sum heild. Les meiri um tað her: Vilja hava regluligt ferðasamband ímillum Suðuroy og Skotlands Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen tekur undir við tankanum, og hann vónar, at skipið, sum kemur higar í heyst at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk, ikki skal fara avstað aftur, men skal verða sett í beinleiðis sigling ímillum Suðuroy og Skotland. Men hann hevur heilt serligar grundir fyri at taka undir við eini slíkari ætlan Les meiri um tað her: Soleiðis tryggja vit Suðuroy ímóti avbyrging Heðin Mortensen heldur, at hatta ljóðar sera áhugavert og spennandi, og at tað er vert at kanna nærri. Er hetta ein máti at bøta um tryggleikan í Suðuroy, eiga vit at viðgera spurningin, leggur hann afturat. Hann er samdur í, at ein slík loysn kundi verið ein trygd fyri, at Suðuroy varðveitir ferðasambandi, hóast tað skuldi verið neyðugt at tikið Smyril úr sigling, av einum brekim ella einum óhappi. Hendur tað, hava vit í løtuni einki skip at seta ístaðin, leggur hann afturat. Hann hann leggur samstundis dent á, at tað er avgerandi, at ferðasambandið til Suðuroyar annars, ikki verður darvað av hesum. Óluva Nattestad 19.01.2019 (09:15) Teldusníkar leka 700 milliónir teldupostadressur Teldusníkar hava haft atgongd til fleiri enn 700 milliónir teldupostadressur og 21 milliónir loyniorð, sum vóru likin á netið umvegis tænastuna Mega. Hetta sæst sambært tíðindastovuni dpa at lesa á heimasíðuni hjá KT-trygdarfrøðinginum Troy Hunt. Troy Hunt skrivar á heimasíðu síni hósdagin, at talan er um 87 GB av dáta, sum umfatar túsundavís av gomlum lekum, ið vórðu savnaðir á einum stað. Lekin nevnist “Collection #1” og er nú tikin av netinum aftur. Talan er um ein av teimum størstu lekunum nakrantíð. Á heimasíðuni haveibeenpwned.com ber til at kanna hvørjar teldupostadressur og loyniorð eru umfata av lekanum. Viðmælt verður at broyta síni loyniorð um tey eru skrásett sum likin. Hallur av Rana 19.01.2019 (10:01) Naser Khader vil geva Huawei durafjórðingin Leikluturin hjá kinesisku tøknirisanum Huawei í danska samskiftiskervinum verður nú reistur í politisku skipanini. Týsdagin skal danski verjumálaráðharrin Claus Hjort Frederiksen í samráð hjá verjuráðnum í Fólkatingum, har hann skal svara seks spurningum um Huawei og tær ákærur um njósning, ið hava verða reistar móti kinesisku fyritøkuni seinastu mánaðirnar. Tað er Lisbeth Bech Poulsen, ið hevur sess í nevndini fyri Socialistisk Folkeparti, ið hevur sett ráðharranum spurningarnar, har millum annað verður spurt, um ráðharrin enn hevur álit á Huawei í teirra arbeiði at menna 5G netið í Danmark og tann kritikk, ið seinastu mánaðirnar hevur verið av Huawei. Durafjórðingin Áðrenn fundin í verjumálaráðnum hevur nevndin eisini fingið eitt bræv frá Huawei, har felagið afturvísir allar ákærur um njósning. Tað upplýsir formaður í nevndini, Naser Khader úr Konservative Folkeparti, í einum lesarabrævi í Jyllands-Posten. Í lesarabrævinum dylur hann ikki fyri, at hann sær brævið frá tøknirisanum sum eina roynd at ávirka politikarar, men ger greitt, at eftir hansara tykki, so skal Danmark fylgja leistinum hjá USA, Noreg, Avstralia, Kanada og øðrum og steðga samstarvinum við Huawei um 5G net. Orsøkin er óttin fyri, at felagið er undirlagt kinesisku stjórnin. - Eg haldi, at vit skulu siga takk fyri okkum. Tey hava gjørt eitt gott arbeiði við 4G og hava í Danmark ment eitt av bestu fartelefonnetunum í Evropa. Takk fyri tað! Men nú er tað liðugt, skrivar formaðurin og leggur afturat. - Orsøkin er, at vit mugu taka eitt sera týðandi val fyri framtíðina hjá Danmark. Ynskja vit, at man frá Beijing kann fáa hendur á øllum upplýsingum á netinum og í veruleikanum sita á reyða knappinum, ið kann sløkkja alt samfelagið? Víðari útgreinar hann hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri danska samfelagið, um man velur at halda fram við samstarvinum við Huawei. - Um vit ikki taka hetta í álvara, eru vit í vanda fyri ikki hava nakað val um nøkur fá ár. Bara millum eitt ella fleiri kinesisk telefonfeløg. Verður tað veruleiki, er okkara frælsi og sjálvbjargni máa undan okkum, og verðin verður stýrd úr Kina, skrivar danski fólkatingsmaðurin. Føroyskt samstarv Huawei er seinastu árini voksin til at blíva ein av heimsins størstu veitarum innan internet og telefonir. Í Føroyum samstarva bæði Føroya Tele og Hey við kinesisku fyritøkuna um at menna 5G til føroyingar og hava stjórarnir í báðum feløgum higartil hildið fast uppá, at føroyingar hava einki at óttast viðvíkjandi Huawei. Felagið hevur verið undir trýsti seinastu mánaðirnar, aftaná at amerikanska stjórnin í longri tíð hevur ávarað um, at sambært kinesiskari lóg er Huawei undirløgd kommunistiska stýrinum og er vandi tí fyri, at útgerðin hjá fyritøkuni kann brúkast at njósnast móti øðrum. Huawei hevur ferð eftir ferð afturvíst ákærunum og enn eru eingin prógv almannakunngjørd, ið prógva ákærurnar. USA, Kanada og Avstralia eru millum londini, ið higartil hava noktað Huawei lut í byggingini av teirra 5G neti og í desember reistu fregnartænasturnar í Danmark og Ongland eisini iva um samstarv við kinesisku fyritøkuna, aftaná at tær áður ikki hava havt stórvegis viðmerkingar um amerikansku ákærurnar. Vilmund Jacobsen 19.01.2019 (10:34) Allir partrolarar til fiskiskap - Øll partrolarapørini eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt par hevur verið á Rygginum, og hini øll fiska upsa, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska upsa og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuna. Onkur djúpvatnstrolari, sum liggur, loysir væntandi í næstum. - Fýra trolbátar fiska havtasku, og ein fiskar tosk og hýsu. Vit rokna við, at teir koma inn at landa miðsleiðis í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Lagt verður aftrat, at fýra garnaskip eru til fiskiskap. Øll fiska svartkalva. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er misjavnur, og væntandi landa øll skipini í næstu viku. Pætur Hjalmar Evensson 19.01.2019 (11:00) Nýtt met: Ferðafólkatalið hjá Smyrli vaksið við 16.000 Í síðstuni hava vit á in.fo og í Sosialinum varpað ljós á gongdina í Suðuroynni. Vit hava eitt nú lært, at føroysku miðlarnir hava tendens til at varpa ljós á avbjóðingarnar á oynni heldur enn møguleikarnar og sólskinssøgurnar - tí tað eru fleiri av hesum. Og nú vísa nýggjastu tølini hjá Strandferðsluni enn eina positiva síðu av spurninginum um framtíðina á oynni - nógv fleiri ferðaðust nevniliga við Smyrli í 2018 samanborið við í 2017. Fyri viku síðan mátti Strandferðslan tillaga ferðaleiðina millum Havn og Krambatanga, serliga tí farmaflutningurin var øktur munandi. Men tað er ferðafólkatalið sanniliga eisini, sambært hagtølunum hjá Strandferðsluni. 16.000 fleiri ferðafólk 266.358 fólk ferðaðust við Smyrli í fjør, og hetta eru góð 16.000 fleiri enn 2017, tá 250.305 ferðandi vóru. Í 2016 var talið 242.338 ferðafólk. Fleiri akfør vóru eisini við í fjør - heilt neyvt 104.979, meðan 98.679 akfør vóru árið fyri. Ongantíð fyrr hava so nógv fólk ferðast við Smyrli uppá eitt ár, og talið av akførum umborð hevur heldur ongantíð verið oman fyri 100.000 - so hetta er nýtt met. Mánaðurin við flestu ferðafólkunum var juli, tá Smyril tók 29.615 ferðafólk. Hetta er næstan tvífalt so nógv sum í januar - tá var talið 15.485. Strandferðslan segði við in.fo í síðstu viku, at talið av útlendskum ferðafólkum við Smyrli er alsamt vaksandi, so tað er ivaleyst hetta, sum sæst aftur í tølunum. Mann er í Suðuroynni í ferð við at gera ítøkiligar ætlanir fyri at menna ferðavinnuna á oynni. Fleiri verkætlanir eru á veg, og mann er tilvitaður um, at Suðuroyggin eigur at lofta møguleikanum við einari dagførdari nýmótans ferðavinnu. Hinar leiðirnar Tað er ikki bara í Suðuroyarleiðini, at tølini eru vaksandi. Knapp 213.000 ferðafólk vóru á Sandoyarleiðini í fjør samanborið við árið fyri, tá góð 208.000 ferðafólk ferðaðust. Eisini sæst ein vøkstur á Fugloyar-/Svínoyarleiðini, meðan hinar leiðirnar standa í stað - uttan Nólsoyarleiðin, har talan er um eina minking. Í 2017 var talið av ferðafólkum tvørtumum Nólsoyarfjør 101.097 fólk, men í fjør er hetta talið minkað niður í 96.435. Sjúrður Hildarsson Hoydal sigur frá beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og H71, ið byrjar klokkan 18. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá Fleyr-TB, kvinnur klokkan 13 og Fleyr-SÍ, menn klokkan 15 Heri Simonsen 19.01.2019 (11:15) Fleyr-TB, Fleyr-SÍ og Neistin-H71 á FM1 í dag FM1 hevur aftur ein stóran ítróttardag í dag. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá tveimum flogbóltsdystum seinnapartin. Klokkan 13 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum Fleyr og TB. Klokkan 15 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Fleyr og SÍ. Klokkan 18 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og H71. Øll kunnu hoyra beinleiðis dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligur frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samrøður við leikarar hjá Fleyr, TB, SÍ, Neistan og H71 koma út á in.fo tá dystirnir eru spældir. Barbara Holm 19.01.2019 (13:30) Pent veður í dag og morgin Í dag verður 5 - 10 m/s av landsynningi. Tað vera einstøk æl, men fyri tað mesta turt og sól, og hitin millum 1 og 6 stig. Í nátt veksur vindurin og tað verður 8 - 13 m/s av suðri og landsynningi, sum seinni snarar í ein vestan. Skýggjað og regn av vestri, men tað kann fara at kava ella koma vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig í nátt. Í morgin verður 8 - 13 m/s av vestri, sum seinni snarar í ein sunnan. Skiftandi skýloft og einstøk æl, við regni kava ella vátakava. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina niður um frostmarkið í støðum. Eirikur Lindenskov 19.01.2019 (13:38) Tormóður Djurhuus 85 ár í dag Í dag fyllir ein kendur advokatur í Føroyum 85 ár. Tormóður vaks upp í Klaksvík, sonur tey kendu lærarafólkini Hjørdis og Hákun Djurhuus. Hákun var politikari, løgtingsmaður í eitt mannaminni, fólkatingsmaður og eisini Føroya løgmaður í sjálvsstýrislandsstýrinum frá 1962-66. Eftir lokið studentsprógv fór Tormóður til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði í 1952. Tormóður giftist við Bysse, dóttir Hertu og Effa Mohr, og fingu tey 4 børn: Hákun, Petur Even, Bjørg og Gunnar. Eftir at hava starvast sum advokatur í Keypmannahavn í eini 10 ár varð leiðin løgd heimaftur til móðurlandið. Tormóður fór í starv sum advokatur á Bryggjubakka hjá Leif Waagstein og eisini sum skrivari hjá Føroya reiðarafelag. Í sínum yrki hevur hann havt mong áltisstørv, og hevur hann virkað sum advokatur til fyri nøkrum árum síðani, tá hann valdi at leggja starvið frá sær fyri at njóta pensjónsárini saman við konuni Bysse. Tá Bysse og Tormóður valdu at flyta heimaftur í 1968 høvdu tey ognað sær eitt grundøki við Hvítanesvegin í Hoyvík og flutt varð inn í nýggj sethús í 1969. Tá var Hoyvík ein lítil bygd við eini 20 sethúsum. Tað, sum hevur eyðkent stásliga heimið á Hvítanesvegi 19, er teirra stóri blíðskapur. Altíð hava tey tikið undir við tí, sum ungdómurin hevur tykist við og verið til staðar. Tá ítróttarfelagið H71 varð stovnað 1971 vóru tey í fremstu røð og munnu tær flestu stóru avgerðirnar í felagnum hava rót úr heiminum á Hvítanesvegi 19. Børnini hava verið í fremstu røð í felagnum – hava leikt á vallum og røkt formans- og nevndarsessir í felagnum. Í dag er verdóttirin, Anna Dam, forkvinna í felagnum. Enn eru tey til dystin fús, og er okkurt í felagnum, so eru tey har, Bysse og Tormóður. Eru dystir í felagnum, so eru tey mitt í áskoðarafjøldini og eggja leikarum sínum. Onnur frítíðarítriv hevur Tormóður eisini havt. Jørð hava tey í Skúgvi, haðani pápin var ættaður. Á trøðni á Selatrað, har mong epli eru sett niður. Men tað, sum hann hevur lagt størstu orku í í frítíðini, er tann vakra urtagarðin rundanum sethúsini. Har var bert eyrur og grót at byrja við. Við tolni, treiskni og áhaldni, við spaka, krákunevi, eyrhakkara og jarnbroti; og at drena og laða, hevur hann fingið vakran urtagarð við blómum, urtum, runnum og trøum at blóma. Vit ynskja Tormóði hjartaliga til lukku við teimum 85 árunum í dag. Takk fyri ríkar og góðar løtur á leiðini við ynski um nógv góð ár afturat. Hoyvíkingar Pætur Hjalmar Evensson 19.01.2019 (14:40) Vinnukærunevndin staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum Kappingarráðið tók tann 11. oktober 2018 avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forða P/F Faroe Agency at veita loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði. Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Vinnukærunevndina, sum tann 11. januar 2019 kunngjørdi avgerð um at staðfesta avgerðina hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi loðsflutningi. Vinnukærunevndin metti tó ikki, at Kappingarráðið hevði lyft próvbyrðuna viðvíkjandi umsitingarligum forðingum og sleipitænastum. Avgerðin hjá Vinnukærunevndini kann lesast her, og avgerðin hjá Kappingarráðnum kann lesast her. Eyðun Klakstein 19.01.2019 (15:21) Nú eru bert tveir føroyingar eftir í Týr Tá ið rockbólkurin Týr fekk gjøgnumbrot fyri 20 árum síðani, fanst neyvan nakar meira føroyskur bólkur enn júst teir. Við tungum stevni og kvæðarocki løgdu teir landið niður, og nøkur ár seinni, var leiðin slóðað út í heim. Týr er helst mest seljandi føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, tí teir hava selt væl í útlondum. Nú eru bert tveir av upprunaligu tónleikarunum í bólkinum eftir í Týr. Tað eru høvuðsmaðurin Heri Joensen, sum er sangari og gittarspælari, og Gunnar Thomsen, sum er bassspælari. Trummuspælarin Kári Streymoy og gittarspælarin Terji Skibenæs vóru eisini drúgvir í bólkinum, men teir eru farnir burtur úr seinnu árini – seinast Terji Skibenæs, sum gavst seint í fjør. Týr er nú mannað við tveimum føroyingum og tveimum útlendingum. Trummuspælari er Tadeusz Rieckmann, og gittarspælarin er Attila Vörös – annar er ungverji, og hin er týskari, ið flutti sum barn til Ungarn at búgva. – Hetta er tónleikarar, sum vit fingu viðmæltar. Eg kendi hvørgan frammanundan, men samstarvið hevur riggað væl, sigur Heri Joensen. Tað er eingin praktiskur trupulleiki við, at tónleikararnir eru í ymiskum londum. – Tónleikararnir í Týr hava ikki allir búð í sama landi í nógv ár, so tað eru vit vanir við. Vit senda sangir og nótar millum okkum, og annars savnast vit til venjingar og framførslur, sigur Heri Joensen. Týr hevur spennandi konsertár fyri framman. Í næstum skal bólkurin spæla til »70,000 Tons of Metal«, sum er eitt rock-cruise úr Florida. Í apríl verður Týr á konsertferð í Europa, í mai vitja teir aftur í USA, í summar verða tað festivalar, í heyst skulu teir aftur spæla í Europa, og síðani spæla teir í londum sum Ísrael, Japan og Suðurkorea. 8 mars er almenni útgávudagurin av nýggju útgávuni hjá Týr. Hon kallast »Hel«.Tónleikurin hjá Týr líkist sær sjálvum - á nýggju útgávuni eru tvey føroysk kvæði umframt norðurlendsk vísuløg umframt nýskrivaðan tónleik. Heri Simonsen 19.01.2019 (15:25) Fleyr-TB 3-2: Hoyr avgerandi bóltarnar (FM1) Hóast TB liggur næstaftast í meistaradeildini hjá kvinnum, so góvu tvørákvinnur veruliga oddaliðnum, Fleyr ein skarpan gang á útivølli í dag. TB var á odda 2-0 í settum, og sensasjónin lúrdi, men so fekk Fleyr frægari skil á sítt spæl, og vann tvey tey næstu settini trygt so støðan var 2-2 í settum. Í fimta settinum reið um snarið, men Fleyr knógvaði tað heim og vann 15-13, og harvið ein 3-2 sigur. Settmunurin í dag: 19-25, 23-25, 25-18, 25-15 og 15-13 Fleyr er á odda við 19 stigum, SÍ hevur 13 stig, Mjølnir hevur níggju stig, KÍF hevur átta stig og TB hevur sjey stig. Aftast er Dráttur við einum stigi. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. HER ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Fleyr og Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB. Fleiri túsund fólk vóru til jarðarferðina, tá fyrrverandi borgarstjórin í pólska býnum Gdansk fór til jarðar í dag. Fleiri fylgdu eisini jarðarferðini á stórskíggjum kring býin (Photo by Wojtek RADWANSKI / AFP) Eirikur Lindenskov 19.01.2019 (16:24) Fleiri túsund fólk fylgdu borgarstjóra Tá tann dripni borgarstjórin í pólska býnum Gdansk, Pawel Adamowicz, fór til jarðar í dag, komu tíggjutúsindtals borgarar at vísa sín stuðul. Dreglar við myndum av borgarstjóranum prýddu bygningar í býnum, meðan 45.000 fólk sambært løgregluni vóru við til jarðarferðina. Fleiri núverandi og fyrrverandi pólski politikarar møttu fyri at vísa sín stuðul. Teirra millum var fyrrverandi forsetin Lech Walesa, ið sum elektrikari á skipasmiðjuni í býnum var við til at stríðast ímoti kommunismuni í Eysturevropa. Eisini pólski ES-forsetin Donald Tusk og landsins forsætisráðharri, Mateusz Morawiecki, vóru til jarðarferðina og hoyrdu kórið í St Mary-kirkjuni í býnum, meðan teir bíðaðu eftir, at øskan av Adamowicz skuldi jarðarst. Borgarstjórin varð dripin, tá hann sunnudagin luttók í einum vælgerðartiltaki í býnum. Tá hann stóð á pallinum undir tiltakinum, har hann skuldi røða, leyp ein maður brádliga upp á pallin og stakk borgarstjóran við einum knívi. Hann varð lagdur undir skurð, sum vardi í fleiri tímar. Men tað eydnaðist ikki at bjarga lívi hansara. Adamowicz hevur verið borgarstjóri í Gdansk síðani 1998. Hann er ein av teimum borgarstjórum í Póllandi, sum hevur sitið longst. /ritzau/ Dagfinn Olsen 19.01.2019 (16:34) Nýtt leikrit Út er komið 28. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir. Hetta 28. leikritið er ”ÁSTARBRAGD” – leikur við songum í fýra pørtum, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði í 1928. Tvey heiti hava verið nýtt: ”Bertels gjenvordigheter” og ”Eld i hjartekrå”. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt, og bókin kom fyrstu ferð út í 1936. Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í Haldarsvík, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, á Tvøroyri, í Hvalba og Vági og seinast í Miðvági – tað var í 1990. Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Tað er hann, sum setti løg til sangirnar í leikinum. Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir. Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 28 er 120 síður. Ein spælari, Suni Juul Pedersen hjá Fleyr var so frægur, at hann stillaði upp til eina samrøðu aftaná dystin Fleyr-SÍ 3-1. Myndatøka: Óli G. Samuelsen 00:00 00:00 Heri Simonsen 19.01.2019 (17:20) Fleyr-SÍ 3-1: Avgerandi bóltarnir og samrøða (FM1) Fleyr togaði seg uppá annað plássið í meistaradeildini hjá monnum við einum 3-1 sigri á SÍ í høllini á Hálsi í Havn í dag. Settmunurin var: 25-18, 23-25, 25-22 og 25-23 Mjølnir sementeraði suverena oddasessin við at vinna 3-0 á ÍF á Kambsdali í dag. Settmunurin var: 17-25, 22-25 og 20-25 Mjølnir er nummar eitt við 24 stigum, og greitt oddalið. Nummar tvey er Fleyr við 10 stigum. SÍ er nummar trý við 10 stigum og ÍF er aftast við fýra stigum. Fleyr hevur betur settmun enn SÍ. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari. 2) Hoyr Hans Fróða Jensen stutt taka samanum dystin. 3) Hoyr stríðið Óli G. Samuelsen hevði við at fáa spælarar at stilla upp til eina samrøðu aftaná dystin. 4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við veteranin hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen, ið var so frægur, at hann stillaði upp til eina samrøðu. Takk fyri tað Suni. Suni Juul Pedersen stórfegnast um ein týdningarmiklan sigur á SÍ. Hann staðfestir, at Mjølnir eru farnir við fyrsta plássinum, og nú ræður um hjá teimum í Fleyr at halda um annað plássið, so teir vinna seg í FM-finalurnar har Mjølnir bíðar. Dagfinn Olsen 19.01.2019 (17:25) Legendariskur guitarleikari deyður Guitarleikarin Reggie Young er deyður. Hóast navnið kanska ikki sigur øllum okkurt, so er hann kendur millum tónleikakøn, og millum stóru stjørnurnar, tí hann leikti við fleiri av teimum heilt stóru. Skal takast úr rúgvuni av kendum løgum, har Young spælir guitar, kunnu vit nevna sangir hjá Elvis Presley; Suspicious Minds, Dusty Springfield; Son of a preacher man, og Neeil Diamond; Sweet Caroline. Reggie Young byrjaði sum 15 ára gamal og sum 23 ára gamal var hann longu nógv nýttur studiotónleikari. Young spældi t.d. saman við Elvis Presley, Bob Dylan, Johnny Cash, Paul Simon og B.B. King. Hann andaðist 82 ára gamal í heimi sínum í Leipers Fork, tætt við Nashville. Einastu soloútgávu sína gav hann út í 2017, og nevndist hon Forever Young. Seinastu fimm árini er talið av heimaføðingum í Suðurjútlandi vaksið við næstan 200 prosentum. Vilmund Jacobsen 19.01.2019 (17:48) Fleiri og fleiri føða heima við hús Tað eru fleiri og fleiri, sum føða børn síni heima við hús í Suðurjútlandi. Seinastu fimm árini er talið av heimaføðingum í Suðurjútlandi nevniliga vaksið við næstan 200 prosentum. - Men, hetta er ikki tilvildarligt. Sambært jarðarmóður er vøksturin av heimaføðingum eitt tekin um eina uppgerð við tað, at tað er so nógv av gera á sjúkrahúsunum, skrivar www.jv.dk. Í 2018 føddu 205 mammur í Suðurjútlandi heima í staðin fyri at fara á eitt av sjúkrahúsunum í regiónini at føða. Hetta er nógv meira enn bara fyri fimm árum síðan, tá bert 71 mammur valdu at føða heima. Talan er tískil næstan um eina trífalding, og faktist skulu vit fleiri ára tíggju aftur í tíðina fyri at síggja líka so stór tøl fyri heimaføðingar sum tølini fyri 2018. Í nítiárunum vórðu færri enn eitt prosent av børnunum í Suðurjútlandi fødd í heiminum – og í dag er talið uppi á umleið trimum prosentum. Men, stóri vøksturin av heimaføðingum ger ikki jarðarmóðurina, Pia Merete Kjær Hansen, kløkka. Pia Merete Kjær Hansen starvast á Sydvestjysk Sygehus í Esbjerg, og hon heldur, at mongu heimaføðingarnar vísa eina frustratión móti heilsuverkinum, sum arbeiðsliga verður trýst meira og meira. - Fólk hava ógvuliga nógv at gera á okkara sjúkrahúsum, og soleiðis er eisini á føðigongunum. Tí gevur tað eisini eina meining, at fleiri og fleiri vilja finna út av, hvat tað merkir at føða heima, sigur Pia Merete Kjær Hansen. Barbara Holm 19.01.2019 (18:00) - Eg stilli upp til løgtingsval - Eftirsum eg eri í Føroyum allíkavæl, so ætli eg mær at stilla upp. Men eg tími ikki at savna hasar har 800 undirskriftirnar, sjálvt um tað bara tekur ein dag, nú man hevur Facebook og digitala undirskriftainnsavnan. So eg fari bara uppí onkran flokk, sum longu er. Og tá haldi eg Hampaflokkurin er nógv tann smartasti, sigur Johan Dalsgaard, sum í dag býr í Danmark. Tað er ikki nógv hann vil siga um sína komandi uppstilling til løgtingsval, men eitt er vist – hann stillar upp. Tann víðagitni Johan Dalsgaard, eisini róptur Johan í Kollafirði ella Johan í Fámara, hevur tikið støðu til at bjóða seg fram til komandi løgtingsval. Men orsøkin er, at hann hevur eina avtalu við Irish Pub í Havn um at vera gestbarrvørur júst tann dagin – hvat tað so enn merkir. Og orsøkin til, at Hampaflokkurin fær heiðurin er, at hann vil avtaka lógir. - Eg eri komin fyri at avtaka lógina. Eg haldi, at nú er so eru so nógvar lógir um absolut einki, at tað hevði hjálp nógv, um eg slapp at blaka okkurt um helvtina av øllum lógunum í skrell. Og tá hevði eg eisini droppað hasa meiningsleysu lógina, sum forðar Hampaflokkinum at hjálpa fólki og spreiða ein gleðiboðskap, sigur Johan Dalsgaard. - Eg meini, man skal jú eta tey eplir, man sjálvur hevur velt, og eg dugi ikki at síggja mun á einum hampafræði og einum radisufræði, men man fær í hvørtfall ikki ilt í búkin, óansæð hvat av teimum man etur, so okkurt gott er í hesum. Tað kemur sjálvdan so nógvur roykur, uttan at okkurt er um okkurt. Eg meini so við, plantan hevur staðið sína roynd, sigur Johan Dalsgaard. Tí bjóðar hann seg fram fyri Hampaflokkin. Men høvuðsvallyftið hjá flokkinum er ikki hansara hjartamál sum so. - Við at fara upp í Hampaflokkin, fái eg heilt óbeinleiðis hjálpt teimum allan vegin á mál. Men hamp hevur ikki mín áhuga fram um onnur ting. Tað er meira prinsippið, sigur Johan Dalsgaard. Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah, Sadio Mané og Adam Lallana Tróndur Arge 19.01.2019 (18:59) Liverpool vann dramatiskan dyst Liverpool heldur fram at vinna í oddinum í Premier League, men tað var ikki uttan hóvasták, at oddaliðið vann 4-3 á Crystal Palace. Manchester United og Ole Gunnar Solskjær vunnu sjeynda dystin upp í slag. Tað var sannur dramatikkur, tá Liverpool í dag vann 4-3 á Crystal Palace. Gestirnir úr London komu á odda 1-0 og javnaðu 2-2 í seinna hálvleiki, men tað endaði við at Liverpool við tíggju monnum hálaði sigurin heim. Mohamed Salah skoraði tvey, meðan Roberto Firmino og Sadio Mané skoraðu hvørsítt fyri Liverpool. Tíggju minuttir fyri tíð fekk James Milner sítt seinna gula kort. Við til søguna hoyrir, at 39 ára gamli Julian Speroni stóð í mál fyri gestirnar. Hetta er fyrsti dysturin í longri tíð – og tá sást í ivasama avrikinum hjá roynda málverjanum. Paul Pogba og Marcus Rashford tryggjaðu Manchester United sjeynda sigurin upp í slag. Ole Gunnar Solskjær slær í løtuni øll met fyri ein nýggjan venjara hjá Manchester United. Hetta er sætti sigurin í Premier League upp í slag. Premier League 23. umfar: Wolverhampton Wanderers 4 – 3 Leicester City AFC Bournemouth 2 – 0 West Ham United Liverpool 4 – 3 Crystal Palace Manchester United 2 – 1 Brighton & Hove Albion Newcastle United 3 – 0 Cardiff City Southampton 2 – 1 Everton Watford 0 – 0 Burnley Arsenal – Chelsea 2-0 (70.min spældir) Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup L. Thomsen í dysti fyri U21-landsliðið Tróndur Arge 19.01.2019 (19:17) Jákup Thomsen aftur útleigaður FC Midtjylland boðar í dag frá, at felagið hevur útleigað føroyska Jákup Ludvig Thomsen til íslendska FH fyri 2019. 21 ára gamli áleyparin varð eisini útleigaður til føroyingafelagið í farna kappingarári. - Jákup mennir seg við at spæla í Íslandi, og tað er eisini meiningin við at útleiga. Hann skal spæla fast og venja væl, so hann heldur fram við at menna seg, sigur ítróttarstjórin í FC Midtjyllandi, Svend Graversen, við heimasíðuna hjá felagnum. Havnarmaðurin, sum fekk debut á A-landsliðnum í fjør, spældi 12 dystir fyri FH í farna kappingarári. Hann skoraði fýra mál, sum komu í fýra teimum seinastu dystunum. Jákup Thomsen hevur sáttmála við FC Midtjylland fram til 2022. FH hevur eisini føroysku landsliðsspælararnar, Gunnar Nielsen og Brand Hendriksson í hópinum. Hartil spælir Kaj Leo í Bartalsstovu við Vali, meðan René Shaki Joensen spælir við Grindavík. Heri Simonsen 19.01.2019 (19:30) Neistin-H71 19-12 (14-5) : Samrøður frá FM1 Neistin togaði seg uppá annað plássið í SMS-deildini við einum tryggum 19-12 sigri á H71 í høllini á Hálsi. Longu í steðginum setti Neistin tingini uppá pláss. Tá 30 minuttir vóru spældir var Neistin á odda heili 14-5. Í morgin spæla VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1. Dysturin byrjar klokkan 14. Neistin: Sofia Søberg 7, Marjun Danberg 3, Stina Madsen 2, Fríða á Dunga 2, Anna Clementsen 2, Hjørdis Viðstein 1, Jenny Kragesteen 1, Ingun Kristina Persson 1. H71: Maria H. Weyhe 4, Durita Toftum 3, Eva Barba Arge 2, Marita Mortensen 2, Tórhalla Thorsteinsdóttir 1. VÍF er oddalið í SMS-deildini við 20 stigum. Neistin er nummar tvey við 15 stigum. H71 hevur 14 stig og Kyndil hevur 13 stig. Stjørnan hevur níggju stig og StÍF er aftast við einum stigi. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1: 1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum. 2) Hoyr viðmerkjaran, Jákup Símun Simonsen taka stutt samanum dystin. 3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Hallur Danielsen. 4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Neistanum, Kári Horn. Heri Simonsen 19.01.2019 (20:05) VIDEO: Svøríki stýrir ímóti HM-hálvfinaluni Svenskarar lótu ongan iva verða um, at teir ætla at fylgja Danmark í HM-hálvfinalurnar í manshondbólti, tá svenskarar vunnu stórsigur 35-23 á Tunesia. Í steðginum var Svøríki á odda 19-14. Toppskjúttar hjá Svøríki vóru Niclas Ekberg og Andreas Nilsson við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá Tunesia var Mosbah Sanai við seks málum. Danmark er á odda 15-10 ímóti Ungarn í steðginum, og nógv skal ganga galið um norðurlendsku grannarnar ikki vinna seg í hálvfinalurnar. Um Danmark heldur sigurin heim ímóti Ungarn hava Danmark og Svøríki seks stig hvør í millumbólki 2. TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá dystinum Svøríki-Tunesia 35-23 (19-14). Týski stjørnuvongurin, Uwe Gensheimer, revsaði íslndsku mistøkini Sjúrður Hildarson Hoydal 19.01.2019 (20:45) Týskland hevði tamarhald á Íslandi - Danmark tamarhald á Ungarn Týskland - Ìsland 24-19 (14-10 Danmark - Ungarn 25-22 (15-10 Vertstjóðirnar báðar, Týskland og Danmark spældu sínar fyrstu dystir í meginumfarinum í kvøld. Í Köln tók Týskland ímóti Íslandi, og sum í hinum dystunum hjá íslendingum við hetta HM, so vóru teir væl við fyrstu løtuna. Móti endanum av fyrra hálvleiki fór Týskland tó at renna undan, tá ið serliga Uwe Gensheimer avgreiddi fleiri skjótálop. Týskarar skutu fýra seinastu málini í fyrra hálvleikinum, so at støðan í steðginum var 14-10 til Týsklands. Munurin upp á fýra mál helt sær so at siga dystin út. Íslendingarnir spardu stóru stjørnuna, Aron Pálmarsson í longum løtum í seinna hálvleiki, men teir ungu avloysararnir hildu snórin spentan í týsku leiðsluni. Ein sat við kensluni av, at Ísland hevði møguleikan at koma inn aftur í dystin, men tá ið Aron Pálmarsson ikki kom á vøllin aftur, ov nógv skot vóru brend, og alt ov nógvar útvísingar komu móti teimum, máttu Íslendingarnir geva skarvin yvir, so at týsku vertirnir tóku enn eitt fet móti hálvfinalunum við sigrinum upp á 24-19 Í Herning í Danmark var vertstjóðin risa favorittur móti Ungarn, og tað prógvaðu danir eisini í fyrra hálvleiki. Danmark helt fram við góða verjuspælinum, ið hevur eyðkent liðið higartil, og vanliga eykamálverjin, Janick Green, framdi nóvar flottar bjargingar. Hetta leiddi til at danir vóru greitt á odda 15-10 í hálvleikinum Ungarn helt hesum muninum, men megnaði ikki at koma nærri. Endin var ein sigur upp á 25-22 til Danmarkar, ið nú av álvara nærkast hálvfinalunum. Jóhan á Plógv Hansen gjørdi ikki um seg í kvøld. Pætur Hjalmar Evensson 19.01.2019 (23:00) Taekwondo: Høgni norðurlendskur meistari Føroyska taekwondofelagið, Hwarang Føroyar, hevur luttikið í Norðurlendskum Meistaraskapi (NM) í Íslandi í vikuskiftinum. Stevnan var hildin í Keflavík. Við í ferðalagnum vóru 4 kemparar og ein venjari. Hetta eru allir kemparar, ið hava gjørt tað gott í 2018. Hwarang Føroyar: Venjari Mathias Gabrielsen Høgni Kunoy Dávason (Gull) Dávid Á Lakjuni (Bronsa) Signar Hansen Markus Davidsson Vazquez (Bronsa) Fyri Hwarang Føroyar vann Høgni gull í finalu dysti móti tí finska meistaranum. Áðrenn hevði Høgni kempað móti tí danska meistaranum. Kampurin móti dananum var sera tættur og fór út í golden score, og sum altíð við slíkum dystum kunnu teir fella út báðar vegir - hesuferð vóru marginalarnir við Høgna. Dávid á Lakjuni vann kampin um 3. plássið greitt ímóti Íslandi og fekk tí bronsuna. Markus Davidsson Vazquez vann eisini bronsu. Taekwondo felagið í Søldafirði hevur góða viðgongd í hesum døgum. Sjálvt um felagið einans hevur fá ár á baki eru tríggir danmarksmeistarar í felagnum og ein norðurlendskur meistari. Pætur Hjalmar Evensson 20.01.2019 (01:42) Flogbóltur: 120 lið til Vituskapping í Klaksvík Hetta vikuskiftið er stór ungdómskapping í flogbólti í Klaksvík – heili 120 lið hava teknað luttøku, og leikt verður í øllum aldurbólkum frá flogbørnum til kvinnu- og mansunglingar. Kappingin hevur navnið Vituskapping 2019. Byrjað varð fríggjakvølið og hildið verður áfram til sunnukvøldið. Størsti aldurbólkurin eru gentur 12, har íalt 22 lið hava teknað luttøku. Sostatt eru fleiri hundrað børn í Badmintonhøllini og KÍ høllini um vikuskiftið. Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn hin 2. og 3. Mars 2019. Annars eru liðini býtt soleiðis millum feløgini: Mjølnir 15 ÍF 10 Ternan 12 KÍF 13 Fleyr 22 Dráttur 9 SÍ 18 TB 10 B71 11 Eirikur Lindenskov 20.01.2019 (06:02) Hópuppsagnir hjá Tesla eftir eitt hart ár Elbilaframleiðarin Tesla upplýsir, at tey fara at siga sjey prosent av starvsfólkunum úr starvi. Samstundis varð upplýst, at fjórði ársfjórðingur var verri enn triðji. Tað skrivaði stjórin í felagnum, Elon Musk, á almenna bloggin hjá Tesla. Hann vísti á, at Tesla hevur latið næstin eins nógvar bilar í síðsta fjórðingi av 2018, sum alt árið 2017. Í triðja ársfjórðini gav Tesla yvirskot, men tað var tí, at tað vóru seldir lutvíst nogvir dýrir Teslabilar av slanum Model 3 í USA. Tað fer ikki at halda fram. Serliga tí, at ein skattafyrimunur av at keypa elbilar fellur burtur. Tað ger teir enn dýrari. Eisini tí er avgjørt at skerja starvsfólkatalið. /ritzau/ Eirikur Lindenskov 20.01.2019 (06:27) Heita á prinsin um at brúka trygdarbeltið Bretska løgreglan ávarar Philip prins ímóta at koyra uttan trygdarseðlar. Tað skrivar tíðindastovan AFP. 97 ára gamli maðurin hjá Elisabeth Drotning av Bretlandi er aftur handan róðrið í bilinum, bara tveir dagar eftir, at hann var í einum ferðsluóhappið, tá bilur hansara koppaði á liðina. Men aftur í bilinum koyrir hann uttan trygdarseðla. Tað vísa myndir, sum fleiri bretskir miðlar hava í dag. Løgreglan veit um myndirnar og upplýsir sambært AFP, at »bilførarin hevur fingið hóskandi ráð«. – »Hóskandi ráðini« eru í tráð við vanliga svar okkara, tá onkur vísir okkum myndir, sum vísa slík lógarbrot, sigur ein talskvinna fyri løgregluna í Onglandi. Philip prinsur var longu fríggjadagin við at koma seg eftir ferðsluóhappið, tá bilur hansara rendi saman við ein annan bil. Prinsurin slapp óskaddur frá óhappinum, men var skelkaður eftir tilburðin. Í hinum bilinum vóru tvær kvinnur og eitt níggju mánaðir gamalt smábarn. Onnur kvinnan slapp við sárum á knænum, meðan hin breyt hándliðið. Smábarnið fekk ongan skaða. – Óhappið verður kannað, sum er vanlig mannagongd, segði løgreglan í Norfolk í eini fráboðan. Málið hevur fingið nógva umrøðu í bretsku miðlunum. Tað er bara ein persónur, sum kann siga Philip prinsi, at hann skal lata vera við at koyra bil... men torir drotningin tað? spyrja tey millum annað í The Daily Mail. Málið hevur eisini ført til heitt kjak í Bretlandi um, nær koyrikortið skal takast frá eldri fólki. Philip tók seg aftur frá almenninginum í 2017, men hann er javnan við liðina hjá drotningini til almenn tiltøk. Fyrrverandi flotayvirmaðurin sigst hava góða heilsu, og journalistar, sum dekka kogshúsið, siga, at tað hevði komið illa við hjá honum, um hann misti koyrikortið. Prinsurin sat við róðrið, tá Barack Obama og konan Michelle í 2016 vitjaðu Windsor Castle undir statsvitjan teirra í Bretlandi. /ritzau/ Eirikur Lindenskov 20.01.2019 (07:34) 14 skulu í rættin fyri Charlie Hebdo-álop Franskir dómarar mæltu fríggjadagin til, at 14 fólk verða sett fyri rættin fyri at hava hjálpt illgerðarmonnum handan jihadist-álopið í og kring Paris í januar í 2015. Álopini vórðu millum annað vend móti satirsika blaðnum Charlie Hebdo. Eftir álopini á redaktiónshølini hjá Charli Hebdo, varð ein løgreglukvinna í forstaðnum Montrouge dripin og seinni var lopið á í einum jødiskum handli. Tilsamans 17 fólk vórðu dripin av trimum jihadistum, sum eisin sjálvir vórðu dripnir av løgregluni. Fronsku myndugleikarnir hava fyribils varðhaldsfongslað 11 fólk. Trý onnur eru eftirlýst av løgregluni. Al Qaeda á Arabisku Hálvoynni átók sær ábyrgdina av álopunum. /ritzau/AFP Ein maður er fongslaður fyri at hava brúkt knúgvajarn ímóti tveimum monnum. Savnsmynd Áki Bertholdsen 20.01.2019 (08:32) Tveir mans á sjúkrahús eftir at verða slignir við knúgvajarni Ein maður í tjúgunum er nú varhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri at hava sligið tveir mans við knúgvajarni í miðbýnum í Havn. Tá ið hann fór í býin fríggjakvøldið, hevði hann nevniliga knúgvajarn uppi á sær, og tað tók hann fram, tá ið hann kom til ilnar við tveir mans í miðbýnum í Havn um náttina. Løgreglan sigur, at hann sló fyrst ein mann við knúgvajarninum og síðani sló hann ein mann afturat. Báðir menninir, sum vórðu slignir, fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar. Annar hevði fingið eitt opið sár í pannuna og samstundis er illgruni um, at hin hevur brotið eitt bein í andlitinum, men tað skal nú kannast gjølligari. Løgreglan tók mannin, sum hevði sligið, men tá ið hann varð handtikin, gjørdi hann slíka mátstøðu, at hann breyt ein rút í løgreglubilinum, hann varð koyrdur í. Løgfrøðingarnir hjá løgregluni mettu, at talan var um so groft mál, at tað varð avgjørt at føra mannin fyri rættin í gjár, og har varð hann varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri grovan harðskap. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava brotið vápnalógina, tí tað er ólógligt at hava knúgvajarn, og harafturat er hann somuleiðis skuldsettur fyri herverk á ein løgreglubil. Ein annar maður, sum eisini var uppi í, og sum hevði sligið hinar báðar menninar, varð eisini tikin og avhoyrdur, men hann varð síðani leyslatin Hesar tríggjar vikurnar, maðurin skal sita í varðhaldinum, skal løgreglan brúka til at lýsa málið út í æsir, og so skal maðurin aftur førast fyri rættin, har hann fær sín endaliga dóm. Her er dýrdarveður, men tað var tað ikki í gjár og tí sluppu tveir ferðamenn ikki at liggja nátt í fjøllunum Áki Bertholdsen 20.01.2019 (09:52) Noktaði ferðamonnum at gista í fjøllunum Í gjár fóru tveir útlendskir ferðamenn niðan á Villingadalsfjall norðan fyri Viðareiði við tí fyri eyga at liggja í tjaldi á fjallinum í nátt. Men løgreglan sigur, at bóndin fór eftir teimum tí hann vildi ikki lata teir sleppa at liggja nátt á fjallinum í tjaldi. Løgreglan sigur, at har er bratt, og tað var rættiliga hált, so av trygdarávum varð tað ikki mett at vera ráðiligt hjá teimum at vera á fjøllunum. Serliga tá ið hugsað verður um, hvussu ringar royndir vit hava av, at ferðafólk fara í fjøllini, varð hildið at vera best at fáa teir oman aftur. Menninir høvdu heldur ikki biðið um loyvi til at fara í fjøllini. Løgreglan sigur, at í fyrstuni skiltu menninir ikki álvaran í støðuni, men tá ið teir fingu eina frágreiðing, komu teir við oman aftur. Granskarar hava leingi havt illgruna um, at strongd kann føra til demens. Nú bendir ein nýggj kanning á tað sama. Vilmund Jacobsen 20.01.2019 (10:46) Varandi strongd kann føra til demens Granskarar kring heimin hava leingi havt illgruna um, at strongd kann føra til demens. Nú styrkir ein stór, nýggj kanning prógvini fyri, at her er ein samanhangur. Tað veit fakblaðið 3F at siga. Nýggja kanningin er ógvuliga umfatandi. Hon fevnir um fleiri enn 47.000 danir, sum hava fingið sjúkugreiningina strongd. Tað vísir seg nevniliga, at hesi fólk seinni í lívinum oftari verða rakt av demens enn onnur. Kanningin er gjørd av donskum og amerikonskum granskarum, og hon er júst almannakunngjørd í American Journal of Epidemiology. Nervasálarfrøðingurin, Kasper Jørgensen, sum starvast hjá Nationalt Videnscenter for Demens, hevur áður fylgt øðrum kanningum, ið snúgva seg um avleiðingarnar av strongd. - Tað vísir seg nevniliga, at strongd slítir heilan, og eftir øllum at døma kann heilin tódna við varandi strongd, sigur Kasper Jørgensen. Pætur Hjalmar Evensson 20.01.2019 (11:00) Full mánamyrking: Í nátt verður mánin reyður Tíðliga í morgin árini verður møguligt at uppliva eitt sjáldsamt og vakurt náttúrufyribrigdi í Føroyum. Tað verður nevniliga full mánamyrking, og tað serliga við fullari mánamyrking er, at mánin verður reyður. Um tú ætlar tær at uppliva serliga astronomiska fyribrigdið, mást tú vera tíðliga á fótum í morgin - ella í roynd og veru mást tú upp longu seint í nátt. Klokkan 03:33 byrjar tann sokallaða partvísa mánamyrkingin, og tá byrjar mánin spakuliga at rodna. Partvísa mánamyrkingin heldur fram í ein góðan tíma inntil klokkan 04:41, tá mánamyrkingin er full. Klokkan 05:12 er mánamyrkingin á sínum hægsta. Fulla mánamyrkingin endar klokkan 05:43. Tá tekur partvísa mánamyrkingin yvir, og hetta endar klokkan 06:50. Tá tað er full mánamyrking, liggur mánin í skugganum hjá jørðini, soleiðis at jørðin skuggar fyri ljósinum frá sólini. Hetta gevur mánanum eitt koparreytt sker, sum eisini verður kallað blóðmáni. Treytin fyri at uppliva fullu mánamyrkingina í nátt er, at veðrið er til vildar, soleiðis at tað er klárt í veðrinum. Áki Bertholdsen 20.01.2019 (11:48) Setir trygdina hjá sjúklingum í vanda Nú verður eisini trygdin hjá sjúklingum løgd á roulettina hjá Tjóðveldi. Tað sigur Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur boðað frá, at landslæknin skal yvirtakast á føroyskar hendur. Sirið Stenberg boðaði herfyri frá, at hon hevur sett sjøtul arbeiðið at yvirtaka landslæknan. Hon segði, at ætlanin er at skipa ein fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Og ein føroyskur landslækni skal verða krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum. Men Bárður S- Nielsen sigur, at nú verður Landslæknin yvirtikin, uttan at vit vita, hvat verður sett ístaðin. Høvuðsuppgávan hjá Landslæknanum er at styrkja sjúklingatrygdina, tí hann hevur eftirlit við heilsufakfólkum í føroyska heilsuverkinum, og tað er eisini hann, sum skal góðkenna tey. – Henda uppgávan verður umsitin í samráð við Ráðið fyri sjúklingatrygd, ið hevur førleikar og styrki til at tryggja eitt trygt og gott heilsuverk. Men nú skal hetta yvirtakast, uttan at vita, hvat kemur ístaðin, sigur hann. Hann vísir á, at Sirið Stenberg hevur eisini nýliga »noktað Novo Nordisk Grunninum at seta á stovn miðstøð fyri diabetes í Føroyum«, sum hann málber seg. Hann sigur, at annars kundi ein slík miðstøð av álvara sett gongd á at menna diabetesviðgerðirnar í heilsuverkinum. Hon noktar harafturat at taka ímóti gávum til at listprýða nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, leggur hann afturat. – Hvussu langt sleppur landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi at spæla sær uttan at Javnaðarflokkurin so mikið sum setir spurnartekin við hesar avgerðirnar, spyr formaðurin í Smabandsflokkinum. Hann leggur afturat, at alt hetta hendir ímeðan nevndirnar hjá Løgtinginum ikki sleppa til arbeiðis, tí samgongan ikki fær manna lið. Sambært løgmanni er hetta ikki ein fólkaræðisligur trupulleiki, tí landsstýrið er arbeiðsført. Men Bárður S. Nielsen heldur, at hetta er ein staðfesting frá løgmanni um, at landsstýrið nú ræður øllum, eisini løgtinginum. Myndina eigur Ingi Sørensen Barbara Holm 20.01.2019 (12:57) Nakað av vindi í væntu Danska veðurstovan DMI sigur um veðrið í dag, at tað verður 8 - 13 m/s av vestri og í støðum upp í 15 m/s. Skiftandi skýloft við sól og ælum, í støðum kavaæl ella vátakavi. Hitin millum 1 og 5 stig. Í kvøld minkar vindurin til 5 - 10 m/s, men seinni snarar hann í ein sunnan og veksur vindin ti 10 - 15 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin í nátt millum 2 og 6 stig. Í morgin verður 10 - 15 m/s av suðri, eitt skifti upp í 18 m/s. Skýggjað og regn, og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina snarar hann í ein útsynning og minkar til 5 - 10 m/s. Tað klárnar, men einstøk æl vera kortini. Hitin um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Á myndini eru tað, frá vinstru, Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ingilín D. Strøm, valevni og Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna Áki Bertholdsen 20.01.2019 (13:59) Javnaðarflokkurin fær nýtt valevni til næsta løgtingsval Tað er nú greitt, at 27 ára gamla Ingilín D. Strøm úr Vestmanna verður eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum, tá ið løgtingsval verður aftur í seinasta lagið 31. august. Tað boðar Javnaðarflokkurin frá í dag. Ingilín D. Strøm er úr einum javnaðarheimi burturav har politikkur hevur havt stóran týdning, tí hon er nevniliga dóttir Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtingsmann og landsstýrismann fyri Javnaðarflokkin, og Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen. Hon hevur lisið á altjóða studentaskúlanum, United World College, saman við fólki úr øllum heiminum. Og tey siga, at tað var serliga har, hon kom at ásanna, at rættvísi og virðing, hvørki eru sjálvsøgd, ella koma av sær sjálvum. Men eftir at hava búð og arbeitt í Addis Ababa, Keypmannahavn, og aðrastaðni, flutti hon og maðurin, Teitur Lassen, og sonurin, Uni Halgir, heim aftur til Føroyar her hon síðani tók prógv í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Í frítíðini er hon virkin í Amnesty International, í Ráði Teirra Lesandi, og aðrastaðni. Hon ger nógv burtur úr at virka tað sjálv, hin brúkar, tí hon dyrkar grønmeti, ger bæði hondsápu og sprinklaravesku og músli. Men umhvørvið er hennara serligi áhugi, umframt at styrkja sosialu skipanirnar. Tað er sjón fyri søgn, at jørðin klárar ikki at fylgja við í okkara ovurnýtslu og einstáttaðu trongd okkara fyri óendaligum vøkstri, sigur hon í fráboðanini í dag. – Tá vit sum samfelag, og sum einstaklingar, brúka minni, hava vit tørv á minni, og hetta kann geva okkum møguleikan at liva eitt lív, har búskaparligur vøkstur ikki longur er týdningarmiklari ella neyðugur, fyri at fáa stundir, og umstøður, til sosiala samveru og til kropsliga og sálarliga heilsu, leggur hon afturat. Og hon leggur afturat, at tá ið hon nú bjóðar seg fram í politikki er tað fyri at virka fyri einum burðardyggari og samhaldsfastari samfelagi. Dagfinn Olsen 20.01.2019 (14:30) Skip á land í Oyrasundi Danska verjan boðar frá, at eitt 90 metur langt fraktskip er farið á land í Oyrasundi. Talan er um skipið Alexander Tvardoskiy, ið er skrásett á Cook Oyggjunum. Skipið var ávegis til Bretlands við timbri. Mett verður ikki, at vandi er á ferð, og vandi er ikki fyri umhvørvinum, men hendingin skal kannast, upplýsir danska verjan. Eyðun Klakstein 20.01.2019 (15:21) Nú hevur hann skrivað 50 bøkur Rithøvundin Jógvan Isaksen hevur nú skrivað bók nummar 50. Fyrsta bókin kom út í 1983, og seinasta dagin í januar kemur bók nummar 50. Stóra fjøldin av føroyingum kennir Jógvan Isaksen sum bestseljandi krimirithøvund, og hann er eisini javnan frammi sum ummælari og hevur skrivað fleiri bøkur um bókmentir. Jógvan hevur í nógv ár undirvíst í bókmentum og føroyskum á Københavns Universiteti. – Sum ungur var tað avgjørt ikki mín ætlan, at eg skuldi blíva skrivandi maður. Ætlanin var at gerast lesandi maður burturav, men tá er viðhvørt ringt at sleppa undan at skriva eisini, sigur Jógvan Isaksen. – Fyri mín part er tað bara so, at eg av meir og minni tilvild síðani 1983 havi skrivað 50 bøkur. Tað var ongantíð ætlanin, tað er bara blivið so, og beint nú siti eg við bók nummar 51, sigur hann. Bók nummar 50, sum Sprotin gevur út, snýr seg um seinasta yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen. Bókin kallast »Ars moriendi - Kynstrið at doyggja. Um yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen«.Í tí sambandinum verður hald á Reinsarínum í Havn hósdagin 31. januar, har Jóanes Nielsen og Jógvan Isaksen tosa um nýggju bókina og um skrivingina hjá Jóanesi Nielsen. Í løtuni skrivar Jógvan Isaksen »Færøsk Litteraturs Historie. Andet bind 1950-2018«. Onkur krimisøgan er eisini í umbúna. – Eg haldi ikki, at tað kenst sum nakað serligt at hava skrivað 50 bøkur. Í veruleikanum havi eg bara nevnt tað fyri heilt fáum fólkum, sigur Jógvan Isaksen. Fyri jól gav hann út krimibókina »Anathema«, sum var millum best seljandi føroysku bøkurnar í fjør. Heri Simonsen 20.01.2019 (15:55) VÍF-Kyndil 26-25: Endurhoyr dramatiska dystarendan (FM1) VÍF liggur nú enn greiðari á odda í SMS-deildini, sjey stig frammanfyri Neistan á øðrum plássi og átta stig frammanfyri H71, ið er nummar trý. Men tað helt hart hjá vestmannakvinnum í dag. Tá ein minuttur var eftir var Kyndil á sigurskós við einari 25-24 leiðslu, men Liljan Djurhuus og Agnas Olsen vildu tað øðrvísi, og tær vendu dystinum á einum borðiski, og VÍF vann 26-25, og tær bláu og gulu kundu stórfegnast. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. VÍF: Durita C. Jojic 8, Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1. Kyndil: Marianna G. Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 1, Sólja Poulsen 1. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI av Agnas Olsen, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá tí ótrúliga dystarendanum. HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Liljuna Djurhuus hjá VÍF og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli. Heri Simonsen 20.01.2019 (16:06) Ovurfegin Liljan - vónbrotin Turið (Samrøður frá FM1) VÍF liggur nú enn greiðari á odda í SMS-deildini, sjey stig frammanfyri Neistan á øðrum plássi og átta stig frammanfyri H71, ið er nummar trý. Men tað helt hart hjá vestmannakvinnum í dag. Tá ein minuttur var eftir var Kyndil á sigurskós við einari 25-24 leiðslu, men Liljan Djurhuus og Agnas Olsen vildu tað øðrvísi, og tær vendu dystinum á einum borðiski, og VÍF vann 26-25, og tær bláu og gulu kundu stórfegnast. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. VÍF: Durita C. Jojic 8, Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 6, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Heidi Maria Akselsen 1. Kyndil: Marianna G. Eystberg 11, Turið Arge Samuelsen 6, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 1, Sólja Poulsen 1. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1: 1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Liljuna Djurhuus hjá VÍF. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli . Liljan Djurhuus var ovurfegin um góða sigurin. Hon sigur, at dystirnir ímóti Kyndli eru nakað heilt serligt, har tað verður tikið og givið, og oftast hevur ein fleiri blá merki aftaná dystir ímóti Kyndli. Liljan greiðir eisini frá hvussu hon visti, at Súna K. Hansen fór at leita eftir systrini Báru K. Hansen við støðuna 25-25, og harvið eydnaðist henni at koma ímillum og fanga bóltin, og so kundi Agnas Olsen spælast leys og seta bóltin í netið til 26-25. Turið Arge Samuelsen er sera vónbrotin um, at hon og liðfelagarnir blaka leiðsluna burtur seinasta minuttin, og hon staðfestir, at vilja kyndilskvinnur í FM-finaluna og steypafinaluna, so má slíkt lúkast burtur. Turið er tó avgjørd um, at hon heldur, at Kyndil átti brotskast við støðuna 25-24 til Kyndil. HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá tí dramatiska dystarendanum. Mynd: (El Mundo) Chumi (t.h) í dysti móti Levante Tróndur Arge 20.01.2019 (17:11) Kærufreistin bjargar FC Barcelona FC Barcelona heldur fyribils fram í sponsku steypakappingini, hóast tað er komið fram, at felagið brúkti ein ólógligan spælarar í fyrru 1/8-finaluni móti Levante. Orsøkin er, at Levante hevur kært ov seint. Les eisini: FC Barcelona kann blíva tveitt úr steypakappingini Spanska fótbóltssambandið skrivar, at eitt felag hevur 24 tímar at kæra. Tað gekk ein heil vika, áðrenn Levante kærdi. Spanska fótbóltssambandið hevur staðfest, at kæran ikki verður viðgjørd. Levante vann fyrra dystin á FC Barcelona 2-1. Talan var um fleiri eykaspælarar hjá FC Barcelona, har ein av teimum var Juan Brandariz, sum vanliga verður róptur Chumi. Hann spælir til dagligt á næstbesta liðnum. Spanska blaðið, El Mundo, vísti síðani á, at “Chumi” hevði leikbann til dystin. Undan fyrra dystinum móti Levante hevði verjuspælarin fingið sítt fimta gula kort fyri eykaliðið og harvið leikbann. El Mundo skrivar, at hetta leikbannið eisini er galdandi fyri Copa del Rey. Tí hevði “Chumi” ikki loyvi at spæla við í steypakappingini. Hann sat eftirfylgjandi yvir á næstbesta liðnum. FC Barcelona vann returdystin á Camp Nou 3-0 og er samanlagdur vinnari á 4-2. Við Norðlýsið sigur skiparin, Gundur Sørensen, at teir settu norður úr Fugloynni, og túrurin í gjár var sera góður. Vilmund Jacobsen 20.01.2019 (17:22) Fingu 14.000 pund á 40 stampum Útróðrarbátar hava framvegis sera góðan fiskiskap, tá streymur og veður eru til vildar. Norðlýsið veit í dag at siga, at besti bátur í Norðoyggjum gjár var Silvitni, sum á 40 stampum hevði stívliga 14.000 pund. Við blaðið sigur skiparin, Gundur Sørensen, at túrurin norðan fyri var sera góður. Stamparnir eru ikki langir, 270 húkar hvør, og teir settu norður úr Fugloynni, har nógvur fiskur var. - Tá alt var komið inn um, høvdu vit stívliga 14.000 pund, harav umleið 70 prosent av veiðini var toskur, 1500 pund longa, og restin var stór og góð hýsa, sigur skiparin við Norðlýsið. Mynd: (Scanpix) Leroy Sané fegnast, eftir at hann hevur skorað móti Huddersfield í dag Tróndur Arge 20.01.2019 (17:52) Manchester City svarar aftur Manchester City vann í dag 3-0 á botnliðnum Huddersfield í Premier League. Við sigrinum heldur Manchester City fram við at trýsta Liverpool, sum í gjár vann 4-3 á Crystal Palace. Munurin er nú aftur fýra stig. Les eisini: Liverpool vann dramatiska uppgerð Ensku meistararnir úr Manchetser høvdu rímiligt tamarhald á tí mesta av dystinum. Fyribils vinstri bakkurin, Danilo, legði teir ljósabláu á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin. Í seinna hálvleiki staðfestu Raheem Sterling og Leroy Sané dysti við hvør sínum máli. Í gjár vann Arsenal 2-0 á Chelsea, meðan Tottenham í kvøld vann 2-1 á Fulham í evstu løtu. Harry Kane er tó úti í nakrar mánaðir og fyri at gera ilt verri, so mátti Dele Alli lata seg skifta út í kvøld við tí, sum líkist eini fiburspreingin í baklærinum. Premier League 23. umfar: Wolverhampton Wanderers 4 – 3 Leicester City AFC Bournemouth 2 – 0 West Ham United Liverpool 4 – 3 Crystal Palace Manchester United 2 – 1 Brighton & Hove Albion Newcastle United 3 – 0 Cardiff City Southampton 2 – 1 Everton Watford 0 – 0 Burnley Arsenal 2 – 0 Chelsea Huddersfield 0 – 3 Manchester City Fulham 1 - 2 Tottenham Heri Simonsen 20.01.2019 (17:55) H71-Neistin 22-22: Samanumtøka og samrøður (FM1) Tað var ein sera spennandi grannauppgerð í Hoyvíkshøllini í Okkaradeildini millum H71 og Neistan, ið endaði við javnleiki 22-22. H71 var eitt skiftið á odda við fýra málum, men Neistin hevði ein rimmar endaspurt. Í steðginum var Neistin annars á odda 13-11. H71: Vilhelm Poulsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Peter Krogh 4, Leivur Mortensen 3, Brandur Halgirsson 3, Pætur Thomsen 1. Neistin: Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Tróndur Kragesteen 2, Rune Olsen 2, Pál Niclasen 2, Dánjal Ragnarsson 1. Í Kollafirði vann KÍF 27-21 á Kyndli. Í steðginum var KÍF á odda 13-7. KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 5, Borko Cupara 4, Ási Dam 4, Atli Hammer 3, Teitur Joensen 3, Poul Egholm 2, Niklas Reginsson 1. Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Rógvi Dal-Christiansen 6, Jóni Viderø 2, Tróndur Wardum 2, Tummas Pauli Hanusarson 1, David Edvardsen 1, Bartal Klein Olsen 1, John í Innistovu 1. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1: 1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá spennandi dystarendanum millum H71 og Neistan. Halgir Dahl Olesen var viðmerkjari. 2) Hoyr Halgir Dahl Olesen taka samanum ein sera spennandi og javnan dyst. 3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen sum var sera atfinningarsamur um dømingina. 4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við neistamálverjan, Mikkjal Hansen sum hevði eitt bjargingarprosent uppá 50. Mikkjal heldur, at Nicholas Satchwell framvegis er besti málverji í landinum, men hann er klárur tá hann fær møguleikan. Egga Jensen, Parasport Føroyar, og Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen Tróndur Arge 20.01.2019 (18:10) FSF og Parasport Føroyar samstarva Fríggjadagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring alt landið, skrivar FSF.fo. Parafótbóltur, ið er fótbóltur fyri børn og ung við serligum tørvi, skal styrkjast, og í hesum sambandi hava Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undirskrivað samstarvsavtalu. Endamálið við samstarvsavtaluni eru at økja um talið av fótbóltsspælarum innan parafótbólt, serliga børnum og ungum millum 8 og 16 ár, at breiða út parafótbólt kring alt landið, og at virka fyri, at parafótbóltsspælarar og lið gerast partur av verandi fótbóltsfeløgum. Í samband við avtaluna hava Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar sett sær nøkur felags mál, sum millum annað er at fáa nøkur virkin feløg innan parafótbólt, og soleiðis fara undir eina landskapping fyri parafótbóltsspælarar. Sjúrður Hildarson Hoydal 20.01.2019 (18:28) H71 og Neistin spældu enn ein dramatiskan javnleik H71 - Neistin 22-22 (11-13) Sí samrøður frá dystinum við at trýsta her Javnleikar eru sjáldsamir í hondbólti, men seinastu tvey kappingarárini hava Neistin og H71 spælt mangar slíkar. Tað hendi aftur í kvøld og fyri aðru ferð hetta kappingarárið. Í einum sera tøttum og dramatiskum dysti endaði tað 22-22. Neistin var við yvirlutan í fyrra hálvleiki, og vóru millum annað á odda við fýra málum einu løtuna. Serliga var áhugavert at síggja teir báðar vanligu eykamálverjarnar, Mikkjal Hansen hjá Neistanum og Jóhan Hofgaard hjá H71 fremja eina langa røð av flottum og avgerandi bjargingum. Í seinna hálvleiki vendi dysturin til fyrimuns fyri H71. H71 tók skjótt leiðsluna aftur, og tá ið einir átta minuttir restaðu í, var støðan 21-17 til H71. Men so fekk Neistin fatur aftur. Mikkjal Hansen læsti aftur málið, og H71 fingu ov nógvar útvísingar móti sær - fýra útvísingar seinastu tíggju minuttirnar - so at Neistin kundi koma inn aftur í dystin. Endin var at Neistin javnaði til 22-22 við einum fimtan sekundum eftir, og fingu vart fyri mótálopinum hjá H71. Sostatt er staðfest at Neistin endar millum tey fýra fremstu saman við VÍF. H71 og Kyndil liggja til at taka hini bæði hálvfinaluplássini, og tørva tvey stig afturat fyri at tryggja hetta. Málskjúttar hjá H71 Vilhelm Poulsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Peter Krogh 4, Brandur Halgirsson 3, Leivur Mortensen 3, Pætur Thomsen 1, Málskjúttar hjá Neistanum Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Pál Niclassen 2, Tróndur Kragesteen 2, Rune Olsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, (Mynd: Paedii Luchs) Pætur Hjalmar Evensson 20.01.2019 (19:10) Sendið okkum myndir inn av blóðmánanum Í sambandi við fullu mánamyrkingina í nátt vilja vit síggja so nógvar myndir frá vakra náttúrufyribrigdinum, sum gjørligt. Tí heita vit á tykkum lesarar um at senda inn myndir av blóðmánanum og mánamyrkingini, um tit hava hug at deila tykkara myndir, og um veðrið yvirhøvur verður til tess. Tað kunnu bæði vera myndir av mánanum sjálvum, náttúruni ella myndir, sum lýsa tykkara løtu í mánamyrkingini (t.d. selfies). Men gloymið nú ikki at njóta glæsiligu løtuna, tí hendan løtan kann ikki upplivast í Føroyum aftur fyrr enn í 2022 - so tann góða myndin skal ikki raðfestast fram um upplivilsið. Les eisini: Trý ár inntil næsta blóðmána Myndir kunnu sendast til red@in.fo. Viðmerk gjarna, hvar myndin er tikin. Myndirnar, sum koma inn, verða lagdar á in.fo í morgin. Partvísa mánamyrkingin byrjar klokkan 03:33 í nátt, og klokkan 04:41 byrjar fulla mánamyrkingin, og tað er tá, at mánin verður fullkomiliga reyður. Klokkan 05:12 er fulla mánamyrkingin á sínum hægsta, og fulla mánamyrkingin endar klokkan 05:43. Her frá tekur partvísa mánamyrkingin yvir aftur, og hetta endar klokkan 06:50. Um alt hetta verður sjónligt, er treytað av, at tað verður klárt í veðrinum. Les eisini: Í nátt verður mánin reyður Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóhan Troest Davidsen (t.v) og Eli Falkvard Nielsen í hornatøkum Tróndur Arge 20.01.2019 (20:00) Rokaligt VFF-umfar: Jóhan og Árni útvístir Fýra av teimum fimm dystunum í 2. umfari í nýggju venjarakappingini hava verið um vikuskiftið. Rokmiklasti dysturin í Runavík, har NSÍ vann 2-0 á B36. Bæði Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) og Árni Frederiksberg (B36) fingu beinleiðis reytt kort. Sum skilst, so uppstóð støðan seint í dystinum, har Jóhan Troest Davidsen ikki er nøgdur við eina takling og endar við at sláa eftir Eli Falkvard Nielsen hjá B36. Eftirfylgjandi blandar Árni Frederiksberg seg í stríðið við gomlu liðfelagirnar. Fyrrverandi altjóða dómarin, Petur Reinert, gav bæði Jóhan Troest Davidsen og Árna Frederiksberg reytt kort. Hann sigur í stuttari viðmerking til In.fo, at hann ikki hevur latið narka viðmerking til Kappingarnevndina ella til Fótbóltssambandið. Tveir dystir endaðu við 1-1 javnleiki, meðan Høgni Midjord tryggjaði EB/Streymi sigurin á AB. KÍ hevur útsett dystin móti HB til 30. januar. Ongin av teimum sjey útlendingunum hjá KÍ er í landinum í løtuni. 2. umfar í VFF-Cup: NSÍ - B36 1-0 Andri Benjaminsen 2-0 Jann Martin Mortensen EB/Streymur – AB 1-0 1-0 Høgni Midjord Skála - Víkingur 1-1 1-0 Jan I. Hansen 1-1 Gunnar Vatnhamar TB - ÍF 1-1 1-0 Tóri N. Olsen 1-1 Ndende KÍ – HB (30. januar) Soleiðis sær sangarin í Týr, Heri Joensen, út eftir tveir dagar við upptøkum í Ungarn (Mynd av Instragram) Eyðun Klakstein 20.01.2019 (21:56) Týr ger video í Ungarn Rockbólkurin Týr hevur seinastu dagarnar gjørt upptøkur til tvey tónleikavideo, sum verða útgivin í februar mánaði. Upptøkur eru gjørdar í fjøllunum í Slovenia og ymsastaðni í Ungarn – millum annað í einum helli og í høvuðsstaðnum Budapest. Videoløgini eru gjørd til tveir av sangunum á nýggju útgávuni hjá bólkinum, »Hel«, sum kemur út 8. mars. Annað video er til »Ragnars kvæði«, sum Týr hevur innspælt til nýggju útgávuna. Pætur Hjalmar Evensson 20.01.2019 (22:45) Trý ár inntil næsta blóðmána Um tú vilt byrja tína viku við nøkrum glæsiligum og gandakendum, so er tað eitt gott hugskot at vera uppi í nátt og hyggja upp í himmalin. Ársins mest merkisverda og sjáldsama astronomiska fyribrigdi verður at síggja úr øllum Føroyum í nátt - full mánamyrking. Full mánamyrking kemur fyri, tá mánin er í skugganum av jørðini, soleiðis at einki sólarljós kemur á mánan. Tá standa sólin, jørðin og mánin í linju við hvønn annan, og tí verður mánin heilt myrkalagdur. Men mánin hvørvur ikki heilt, tí sólstrálurnar frá sólini verða bendar í lofthavinum hjá jørðini, og hetta gevur mánanum eitt reytt sker. Hetta kalla vit fyri blóðmána. Um veturin eru næturnar myrkar, og tí verður kontrastin millum himmalin, ljósið og blóðmánan serliga týðilig. Hetta ger eisini, at fleiri stjørnur gerast sjónligar. Um tað ikki verður ov skýggjað í nátt, kann mann tí vænta eina óvanliga vakra og merkisverda sjón, sum heilt sikkurt er verd at uppliva. Best er at vera eitt stað við góðum útsýni. Tað er ikki neyðugt at brúka verndarbrillur eins og við sólarmyrking. Mánamyrking í yvir tríggjar tímar Klokkan 03:33 í nátt byrjar mánamyrkingin, sum varar heilt til klokkan 06:50. Klokkan 04:41 byrjar fulla mánamyrkingin, og tað er tá, at mánin verður fullkomiliga reyður. Klokkan 05:12 er fulla mánamyrkingin á sínum hægsta, og fulla mánamyrkingin endar klokkan 05:43. Herfrá tekur partvísa mánamyrkingin yvir, og hetta endar klokkan 06:50. 3 ár inntil næstu ferð Um tú ert í iva, um tú skalt fara tíðliga upp í nátt fyri at síggja blóðmánan, kanst tú ikki ugga teg við, at tú bara kanst síggja tað næstu ferð. Tí tað verður ein góð løta, inntil føroyingar aftur hava møguleika at uppliva fulla mánamyrking her á landi. Ikki fyrr enn 16. mai 2022 verður full mánamyrking aftur at síggja í Føroyum, og næstu ferð aftaná tað verður 14. mars 2025, sambært norsku veðursíðuni, Timeanddate. Síðstu ferð ein full mánamyrking kundi upplivast í Føroyum var 28. september í 2015. Tað serliga við hesari mánamyrkingini var, at samstundis sum tað var full mánamyrking, var mánin ein sokallaður supermáni. Náttina til 28. juli í fjør var partvís mánamyrking, tá ein partur av mánanum varð myrkalagdur. Pætur Hjalmar Evensson 21.01.2019 (01:30) Video: Soleiðis sær full mánamyrking út Klokkan 04:41 byrjar fulla mánamyrkingin, sum verður at síggja úr øllum Føroyum, um veðrið vil. Tá full mánamyrking er, verður mánin reyður. Veitst tú ikki heilt, hvat tú kanst gleða teg til, so kanst tú hyggja eftir upptøkuni oman fyri. Á videobrotinum sæst, hvussu tilgongdin til blóðmánan sær út. Hendan upptøkan er av einari fullari mánamyrking frá 31. januar 2018, sum var at síggja í vestara partinum av USA, Alaska, Avstralia og eystara partinum av Ásia. Jason C. Lens Photography eigur upptøkuna, og hetta er eitt "timelapse", sum er tikið upp í sera góðum sýni. Gott sýnið er neyðugt fyri at síggja blóðmánan. Veðurforsøgnirnar boða frá regni og skýggjum í nátt og tíðliga í morgin, men tað er ikki vist, at hetta kemur at ávirka sýnið so nógv, hóast tað væntandi verður skýggjað. Tað er tí bara at vóna, at veðurgudarnir vera við føroyingum hesa løtuna, meðan fulla mánamyrkingin er. Les eisini: Trý ár inntil næsta blóðmána Pætur Hjalmar Evensson 18.01.2019 (14:48) Patursson: - Nær bleiv logikkur áhugaverdur? - Fólk eru ofta øgiliga upptikin av at royna at skilja ting. Eg haldi, tað er gott ikki altíð at skilja. Nær bleiv logikkur áhugaverdur? Hetta sigur føroyski listamaðurin, Brandur Patursson, í stuttfilmi, sum Green Renaissance hevur lagt út á sínar miðlar. Brandur Patursson fortelur um sína list og sigur eitt nú, at tað góða við glasi er, at tað letur ljós inn lættliga. Hetta heldur hann, at fólk kunnu læra nakað av og vísir á, at fólk eru bangin fyri gjøgnumskygni. Listamaðurin hevur mist 70 prosent av sjónini í høgra eyga. - Eg byrjaði at skilja betur, hvat tað er at síggja. Tú sært við tínum eygum, men mátin tú sansar ting uppá, er tað, sum veruliga hevur meining. Royn ting, sum eru óbehagilig, tí tað kann vera, tú finnur íblástur og meining í tí, sigur han. Suðurafrikanska filmsliðið Green Renaissance var í Føroyum í heyst og í summar og hitti føroyingar, ið gera okkurt serstakt, sum kann geva íblástur - ella fólk, sum eru ávirkað av náttúruni. Seinastu vikurnar er ein stuttfilmur við samrøðu við føroyingar komin út hvørja viku; 12 stuttfilmar eru tilsamans úr Føroyum. Hygg at stuttfilminum um Brand Patursson omanfyri. Minningarorð, føðingardagar o.l. Tórbjørn Jacobsen 11.01.2019 (12:48) Minning um mann – Petur Knudsen Eitt samfelag er í stóran mun flættað saman í kervum av ymsum slagi. Felagsskapurin millum menn umborð á skipum – skipsmanningar – er ein slíkur, men vit, sum eru børn hjá monnum, ið hava verið nógv burturi, vita um annan felagsskap, sum kemur í ímillum konur teirra, ið balast á sama skipsdekki. Soleiðis bleiv Gigga (skírd Jovina) av mongum konum mær alkunnug, táið Petur og pápi mín sigldu saman fyrst í sjeytiárunum við “Norðvíkingi”. Tað fór neyvan dagur, at onnur ikki ringdi til hina, ella hittust tær, fyri at frætta hvussu tað mundi gangast, serliga táið teir á vetrardegi sigldu millum Danmørk, Føroyar og Grønland, fyri Greendane, eitt felag ið m.a. Skipafelagið Føroyar var partur av, skipað sum andmæli til danska monopolið hjá Kongaliga Grønlendska Handlinum. Petur Knudsen var stýrimaður og onkran túrin skipari, og hóast lítið meira enn fermdur, minnist eg, at menn tosaðu við alra størstu virðing um hendan skilagóða heiðamannin, sum ikki lat seg taka av bóli, líkamikið hvussu elementini rasaðu, tað veri seg í ódnarveðri á Hvarvinum ella aðrar staðir. Støðugt í javnvág, búgvin til at taka tær røttu avgerðirnar, táið ein bara hevur eitt splittsekund at umráða seg í. Hann var ikki opinskáraður, tosaði ikki bara fyri at tosa, men táið hann segði okkurt varð lurtað. Fynd var í. Allir vitstu, at hann tók ikki orðið bara so hissini, tað var umhugsið, tyngd var í, tað rann ein natúrligur agi úr honum, og hóast hetta kundi hann eisini vera hugnaligur og skemtingarsamur, í so máta breðgaði hann ikki úr ætt. Petur Knudsen er nú farin í annað ljós at vera og jarðiska hylkið hansara fer um gravarmúlan á Glyvrum í dag. Hann var borin í heim í 1932, og 12 ára gamal, í oktober 1944, gerst hann longu faðirleysur, táið “Verdandi”, sum var á veg av Siglufirði til eina av Faxaflóahavnunum, at keypa fisk, fórst í einum ódnarveðri, og ongin av manningini spurdist aftur. Pápi hansara, Jens Knudsen, var bestimaður. Hann var av Vollanum á Glyvrum og mamman, Elisabeth, f. Nielsen, var úr Saltangará, har tey høvdu sett búgv. Hjá einum dreingi, sum kjálkar fram til tað, sum tá vóru manndómsár, fermingin lá eitt gott ár framman fyri honum, fær tað ikki verið meiri møtimikið, og bara tey sum uppliva slíkt, duga at siga frá tí trega, ið kona og børn sita eftir við eftir slíka vanlukku. Petur hevur í samrøðum í Útvarpinum – við Jógvan Arge – sagt frá sínari lívsleið, tí verður bara tikið úr rúgvuni í hesum umfarinum. Hugurin stóð sum hjá teimum flestu til sjógvin, men eyðvitað hevur Elisabeth hvept seg við at lata hin frumborna sonin fara til skips eftir feigdina, sum hevði rakt familjuna stríðsárini. Tí valdi hann at fara í læru á Royndarstøðini í Hoyvík eftir fermingaraldur. Har var hann í eitt ár og fekk við fráferð skrivligt viðmæli sum “god staldkarl”. Hetta hevur ivaleyst verið til hjálpar seinri, tí hann hevði áhuga fyri kríatúrum, serliga seyðahaldi. Hinvegin var hetta ikki tað, sum hann ætlaði sær, hugurin stóð til sjógvin, og har var hann í eitt drúgt áramál. 16 ára gamal fór hann við pápabeiggjanum Niels Juul á Vollanum á Glyvrum, sum førdi “Suðuroynna” hjá Tór-felagnum. Teir vóru á saltfiskaveiði við snøri undir Íslandi. Hann var við Karl hjá Pól Nikláa, Nickel á Høgabóli, Jaspuri Tausen, Dia í Kálvhúsinum, Sandrin Müller og Karl Gaardlykke hesi árini, áðrenn hann 20 ára gamal legði leiðina á Føroya Sjómansskúla. Har fekk hann seturskiparaprógv í 1953. Eftir hetta var hann bestimaður, ymsir vóru veiðihættirnir, og roynt var við snøri á saltfiskaveiði, við bátum í Grønlandi og við gørnum á sildaveiði á Føroyaleiðum. Veturin 1955/56 fór hann til Havnar eftir longdini, og hetta prógvið fekk hann í mars 1956. Haðani mynstraði hann sum 1. bestimaður vð “Vørðuni”, teir vóru á saltfiskaveiði undir Grønlandi, og skipari var hin seinri so kendi uppsjóvarskiparin Eiler Jacobsen. Eitt skifti var hann eisini við gitna íslendska togaranum “Torkell Máni”, tað var hann sum mundi farið runt yviri á Flamingjagrunni av yvirísing, høvdu teir ikki skorið gálgarnar og alt annað oman av honum í ódnarveðrinum ta náttina, kjølfestan var farin, so hevði ongin borið boðini aftur frá tí túrinum. Eftir tað sigldi hann sum bestimaður og skipari við fleiri skipum. M.a. við “Porkerisnesi”, “Grími Kamban”, “Nornagesti” og “Strandingi.” Á vári 1966 legðist hann uppi fyri eina tíð, hann arbeiddi á flakavirkinum Lynfrost í heimbygdini, og hetta er eisini um tað mundið, táið tað fer at ganga sundur millum partarnar í hini gomlu Nes Sóknar kommunu. Fólk høvdu álit á Peturi, longu sum smádrongur minnist eg hann umrøddan sum ein merkismann, við serligum evnum, ið var førur fyri at taka stór tøk. Lítil hávi, tað meiri av verki. Hann varð stillaður upp til kommunuval og varð valdur í sóknarstýrið frá árskiftinum 1966/67. Av fáum hevur hann sitið í tveimum sóknarstýrum – í Nes Sóknar- og í Runavíkar kommunu. 1. apríl 1967 slitnaði endaliga ímillum uttan- og innanmenn, tvær kommunur vórðu skipaðar, og Petur helt fram hetta valskeiðið og eftir at hava tikið eitt tørn afturat gavst hann við árskiftið 1974/75, tá hann ikki lat seg stilla uppaftur. Kendi onkran sum sat í forstandaraskapinum hesa tíðina, og skoðsmálið Petur fekk var ikki hissini, altíð í broddi fylkingar til menning og framburð. Skipafelagsmenninir hava nú fingið eyga á Peturi Knudsen. Gamalt var, at menn vóru drúgvir í tænastuni hjá hesum felag, sum var eitt sera gott felag at sigla fyri, tað fái eg sagt av egnum royndum, og í stóran mun kom hann at virka hjá Skipafelagnum Føroyar í eina fjórðingsøld frameftir. Havið dróg nú aftur. Farmasigling. Eftir at hava verið við “Bellatrix” og “Norðvíkingi” mynstraði hann við “Lómi” og síðani við “Vela”, sum Skipafelagið leigaði. 28. desember í 1977 mynstraði hann av og gjørdist virkisleiðari á Handils- og Frystivirkinum í Fuglafirði. Har var hann í samfull 14 ár. Hann sneiddi arbeiðsárini av í heimbygdini - á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum við Runavíkar havn. Brúk er altíð fyri álitismonnum á uriaspostum. Á aðalfundinum hjá heiðurskrýnda felagnum – Føroya Skipara- og Navigatørfelag – millum jólanna í 1978, verður Petur valdur til formann felagsins. Í fyrstu nevndini sat hann saman við so mætum monnum sum Birgiri hjá Jóhan í Hoyvík, ið var næstformaður, Jóhan Christiansen, Samson O. Samson, Theodor Poulsen, Karlot Poulsen og John Dam. Petur var formaður fram til aðalfundin, hildin fyri árskiftið 1983/84, táið hann lat Ellinti Abrahamsen stafettina. Harvið var hann formaður í heili 5 ár. Mesta stríði hevði hann hesi árini við at fáa líkinda sáttmálar fyri føroysku navigatørarnar, sum nú í alt størri mun mynstraðu við grønlendskum rækjuskipum. Hetta er tíðin, táið fiskimørkini verða flutt út, møguleikarnir hjá føroyskum skipum á grønlandsmiðum gerast lakari og royndir menn bypassa nýkomna fiskimarkið og flyta innaftur á miðini, nú umborð á grønlendskum togarum ístaðin. Petur Knudsen var politiskt tilvitaður. 14. apríl 1946 varð hann fermdur í gomlu kirkjuni í Fuglafirði av Hans Ejgil Sand presti. Hetta veit eg frá mammu, sum var í fermingarliðnum hendan dagin. Sama árið valdu føroyingar at skipa sín egna nationalstat, 14. september, og tað sum hendi tá og eftir hetta hevur kveikt ungar menn sum Petur. Hann bleiv avgjørdur loysingarmaður, hann var avkláraður í so máta, og tí gjørdist hann partur av liðnum hjá Erlendi Patursson, Sigurði Joensen, Peturi Reinert, Leirvíks-Frederiki, Jóhan Simonsen, Hans Jacob Ellingsgaard o.ø, ið hevði sum meginstevnu at loysa Føroyar úr útlendskum bondum, fyri síðani at standa uppi av sær sjálvum sum tjóð í heimssamfelagnum. Politiska tjóðskaparfylkingin skipaði seg í ein flokk – Tjóðveldisflokkin. Petur var stillari og onkuntíð stillaður upp til løgtingsval. Hann lá væl í svinginum, men Frederik Hansen, Signar Hansen (seinri á Brúnni) og Petur Reinert vóru ikki lættir at syfta í Eysturoyar valdømi, tí rakk hann ikki um tinggáttina, hóast evnini vóru til tað. Hann var fyrst og fremst loysingarmaður, og skal eg plasera hann á hinari ásini, mundi hann liggja nakað til høgru fyri miðjuna, tó við einari sosialari dimensión í politisku skjáttuni. Nú er farið at tynnast í hesum liðnum, sum tá var uppi á døgum. Í 1984 – fyri 35 árum síðani - var hann ein av fleiri her í býnum sum hildu, at ein yngri maður skuldi stillast upp fyri Tjóðveldisflokkin. Petur Højgaard, Jústines (Yddi) Hansen, Svenning á Marknagarði, Hans Tausen Olsen og Petur Knudsen frekventeraðu ein ungan skipara – tá 28 ára gamal – og fingu tosað hann upp í lag. Tað var ikki ætlað, tíansheldur tilætlað, og tað rakk heldur ikki til ein tingsess ta ferðina, men kortini gjørdist hetta byrjanin til eitt heilt annað lív enn tað sum stungið var út í kortið. Soleiðis arvaði eg hesa stafettina frá Peturi Knudsen, sum seinri dróg meg um væmingar og vaggandi gjálv og nógvar góðar løtur á eini drúgvari politiskari ferð. Í so máta havi eg fyrrnevnda ættarliði nógv fyri at takka. Petur var sum nevnt giftur Jovinu úr Klaksvík (hon var ikki nevnd annað enn Gigga her í býnum, tað er ikki so, - táið kelinøvnini festa seg ímillum fólk í almenna rúminum) og áttu tey trý børn – tvær gentur og ein drong. Tey búgva øll í økinum, í grannalagnum hjá teimum gomlu, sum nú eru farin, og tey flestu kennast helst við einkarsonin, sum er hin heimsgitni fótbóltsspælarin, - málmaðurin Jens Martin Knudsen. Fótbóltsvøllurin á Mýrunum var fingin undir land í tíðarskeiðnum, táið Petur sat í býráðnum í Runavíkar kommunu, og eg kann ætla, at hann hevur havt meiri enn ein fingur við í tí spælinum, so áhugaður hann var í øllum ítrótti, serliga fótbólti. Abbasynirnir munnu hava fløvað hansara ítróttarhjarta almikið, ikki minst navnin og stórtalentið Petur Knudsen, sum leingi hevur leikt á besta liðnum hjá NSÍ og á diverse landsliðum, og sum einaferð man fara at fylgja pápanum eftir, sum ein av teimum fyrstu 11 á A-landsliðnum, um alt gongst væl í hond. Ein skansi er fallin. Ímyndin av eini óvanligari menningarsøgu er farin í annað ljós, mátti Hann, ið øllum valdar, staðið undir liðini á tykkum sum eftir sita. Bara haðani fæst uggin og tann troystin, ið skal til, táið djúpa sorgin og treystasti saknurin um hendinga mann skal foykjast burtur, áðrenn gerandisdagurin aftur skal livast og lívið ganga sína vanligu gongd. Sum skaldið tók til: “Lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta, at seta førningin av sær við vegin, tað, sum frá fedrunum goymdist, og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkaði fótin. Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.” Førningurin er mikil, sum settur er av við vegin og av royndum veit eg, at hesi orðini hjá trubadourinum Eyðuni Nolsøe kennast tykkum nærverandi í hesum døgum: “Mín faðir mítt upphav. Tú livir enn í mær. Gævi tín ferð handan hav, friðsæl og fullborin var.“ Friður verið við minninum um heiðursmannin Petur Knudsen. Bergur Debes Joensen 24.12.2018 (10:46) Minningarorð um Johannes Andreas Næs Føddur 16. september 1920 og deyður 4. juli 2018. Á okkara 30 ára brúdleypsferð í Grikkalandi bórust boðini, at Johannes Andreas Næs var farin, 97 ára gamal. Eftir eitt langt og virkið lív var “eikin” á Sólteigi fallin, stríðið var av, fjørðurin rógvin. Johannes ella bara, Næs, sum hann eisini varð róptur, var føddur á Nesi í Hvalba, elstur av 9 systkjum, og gekk hann undan á so nógvum økjum, væl útborðin, sum hann var. Eg minnist Johannes frá tíð míni í studentaskúlanum í Hoydølum, tá ið eg heitti á hann at hava bíbliutíma á eini KFS-legu. Seinni fingu vit góðar løtur saman, serliga um tað mundið, tá ið bøkur hansara um kirkju- og missiónsøguna komu út. Tað var so hugnaligt at koma á gátt hjá Brynhild og Johannesi, gestablíð, sum tey vóru. Tað sást og kendist, at kærleikin bant tey saman. Og frá fyrsta degi, varð eg hugtikin av hansara eldhuga og áræði fyri andslívi okkara. Í apríl í ár, sat hann í gamla stóli sínum, 97 ára gamal, knáur og fattur við handriti fyri sær um Hvalbiar kirkju. Á stoviborðinum við vakra útsýninum yvir Havnina vóru altíð nógv pappír og bøkur og onkuntíð bunkar við tilfari, sum hann arbeiddi við. Greinar, hann hevði klipt úr Kristeligt Dagblad, lógu fyri seg. Altíð arbeiddi hann við onkrum, og støðugt setti hann sær mál, hann skuldi náa. Tað var, sum hevði hann orð Luthers sum loysanarorð: Visti eg, at Jesus kemur aftur í morgin, hevði eg í dag plantað eitt súreplatræ! Frá barni var Johannes vandur at ganga í kirkju og á møti, og fekk hann har lagt grundarlagið undir sítt lív við virðum, sum hann trúfast helt fast um til tað seinasta. Fólkakirkjan og Heimamissiónin hoyrdu saman í hansara hugaheimi. Stóran áhuga hevði hann eisini fyri føroyskari mentan og siðsøgu. Meðan kríggið er uppá tað harðasta í 1942, fær hann læraraprógv og er lærari ymsastaðni í Suðuroy, til tey í 1966 seta búgv í Havn, og hann gerst skúlaráðgevi í serundirvísing fyri alt landið. Formaður var hann í Skúlabókagrunninum, og var hann har við at geva út hópin av bókum. “Lítla Dímun” er ein varði eftir Jóhannes, og áhugaverdar vóru samrøðurnar, Jógvan Arge hevði við hann úr Hvalbiar søgu. Har kundi hvørt mansbarn her í landi hoyra frálíka frásøgukynstur hansara. Størsti varðin eftir Johannes er bókaverkið “Úr kirkju- og missiónssøguni”, sum Heimamissiónsforlagið gav út. Heilt frá vekingunum í Suðuroy í 30-árunum, sum hann upplivdi, eygleiddi hann, spurdi og legði seg eftir at skriva niður til seinni nýtslu. Minnist so væl taskurnar og posarnar, hann hevði við á høvuðsstýrisfundin hjá Heimamissiónini, har hann legði handritini øll á borðið, og kunnaði um útgávuætlanir sínar. Eg gleddist sum eitt barn um henda dýrgrip, sum hann sjálvboðin hevði savnað og ósjálvsøkið hevði umsitið øll hesi ár. Tað kann illa lýsast við orðum tað, Johannes hevur givið Kirkjuligu Heimamissiónini. Heimamissiónin er ikki bara ein stór rørsla í Fólkakirkjuni, hon hevur havt ávirkan á samfelag okkara í meira enn 100 ár. Føroysk kirkju- og missiónssøga hesi ár, er á so mangar hættir, tengd at Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Blái Krossur, Barnaheimið í Vestmanna og í Havnini, KFUM og K, Drotning Ingridar Barnagarður og Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, sum Johannes stovnaði saman við øðrum, eru dømi um ávirkan frá Heimamissiónini. Kirkjuliga Missiónsfelagið og karismatiska vekingin hava eisini samband við hesa somu missión, og í 70-árunum og 80-árunum høvdu flestu tinglimir fyri Javnaðarflokkin samband við hesa rørslu. Johannes savnaði alt lív sítt tilfar um Kirkjuligu Heimamissiónina, og enn er mest byrjanin og einstøk øki lýst í bók. Hópin av tilfari er til skjals, sum Johannes hevur savnað, millum annað ein eskja við talum eftir stovnaran og fyrsta trúboðaranum hjá Heimamissiónini, Akseli Moe. Tað er nóg mikið av tilfari til fleiri ph.d.-ritgerðir, hugsi eg. Granskingin hjá Johannesi Andreas Næs av Heimamissiónini, hevur staðfest, at millum teirra, sum hava borið missiónsarbeiðið bæði sum starvsfólk og sjálvboðin, eru fleiri, sum vóru loyst av rúsdrekka. Dópur, trúgv og umvending hoyrdu saman. Tey, sum hava hoyrt boðskapin innan Heimamissiónina, hava hoyrt um synd og náði, og at Jesus elskar syndaran. Trúboðararnir vóru ymiskir, summir meiri álvarsamir enn aðrir, og summir betri at lýsa Guds kærleika til syndaran enn aðrir. Men málið og miðið var tað sama: At tann, sum er doyptur og trýr á Jesus, er frelstur, men tann, sum ikki trýr, er dømdur og má venda um (sí Mark 16,16 og Áp 2,38). Gleðiboðskapurin má verða boðaður, lærdi Johannes, bæði í talu og í sangi. Hann gav út andaktsbók, sum millum annað nemur við tey ymsu evnini í Luthers lítlu katekismus, og so hevur hann givið út tvær bøkur um søguna hjá nøkrum advents- og jólasálmum. Hesar bøkur hevur Bókadeild KFUMs givið út. Tilfarið hevur, millum annað, staðið í Kristiligum Ungmannablaði, har hann var blaðstjóri eitt skifti. Sálmar og sangir eigur Johannes í Sálmabókini og í Heimamissiónssangbókini, sum hann hevur týtt og yrkt: “Takk, Jesus, fyri dópin mín”, “Vár Gud, sum lívgar fjøll og fjørð”, “Tíns ríkis søk”, “Frið sum troyst”, ”O, Harri Jesus, hoyr nú meg”, ”Neyðugur tú ert mær Jesus”, ”Veit oss veking og Krist”, ”Eg krossi tínum, Jesus, vil fegin vera hjá”, ”Frelstur í Jesu ørmum, tryggur við Jesu lið”, “Hann leitaði í náði”. Ein drangur í brimi var Johannes, evnagóður, tolin og hollur í tí, hann setti sær fyri. Ein stjørna var hann á himmalhválvinum, sum vildi menna skúlaskap og kristniundirvísingina í skúlum okkara, og sum vildi varðveita tann kristiliga arvin, sum millum annað Fólkakirkjan og Kirkjuliga Heimamissiónini hava fingið at umsita. Ein viti var hann, sum vísti burtur frá sær sjálvum, til hansara, sum fyri hann var deyður og upprisin, Jesus Kristus. Rímiligt fyri Johannes, átti hann Trúboðan, sum hann eisini var blaðstjóri á eitt tíðarskeið, heilt frá fyrsta blaði. Alfred Petersen, fyrsti føroyski trúboðarin hjá Heimamissiónini, tók stig til hesa útgávu. Saman við Salomoni Joensen týddi Johannes: Brøður og systrar, vit skiljast nú her, fegin við Jesusi hvør sína ferð gangi á lógligum gøtum. Ærað verið minnið um Johannes Andreas Næs. Árni Dahl 04.12.2018 (10:46) Minningarorð um Jeffrei Henriksen Tað var rembingarárið, 1968, at vit – tríggir unglingar úr 4. flokki Læraraskúlans – komu í starvslæru í føroyskum inn í ein 1. real á nýggja Venjingarskúlanum á Frælsinum. Skúlabørnini vóru um 14 ára aldur. Fyrstu tímarnar eygleiddu vit, og vit sótu steinbýttir, so væl hesi ungu dugdu føroysku mállæruna, ja, tey bestu teirra dugdu so nógv betur enn vit, sum høvdu gingið sjey ár í fólkaskúla, fýra ár í millumskúla og eitt ár í realflokki. Umframt høvdu vit gingið í fyrireikingarflokki Læraraskúlans, og nú høvdu vit – um 22 ára gamlir - sett á okkara fjórða og seinasta ár í læraraútbúgvingini. Ein høvuðsorsøkin til, at børnini vóru so hugagóð og dugdu so væl, var maðurin, ið stundum stóð við talvuna og greiddi frá, stundum sat aftastur í skúlahølinum og spurdi greiðar, stuttar og beinraknar spurningar. Hesin lærarin æt Jeffrei Henriksen og var tá 38 ára gamal. Hann var føddur í Sørvági í 1930. Foreldur hansara vóru Josefina, f. Johansen úr Sørvági og Jóhan Jákup Henriksen úr Gásadali. Jeffrei giftist við Kirstini, f. Jensen av Strondum, og tey fingu døturnar Elina og Hervør. Jeffrei var næmingur á Føroya Fólkaháskúla veturin 1945-46, hann tók læraraprógv í 1950, var lærari í Bø og Gásadali 1950-55, á Eiði 1955-60, í Tórshavnar kommunuskúla 1960-68, og hetta umrødda summarið, í 1968, var hann settur sum stjóri á nýstovnaða venjingarskúla Læraraskúlans, og hann røkti hetta starvið til 1981, tá ið hann varð settur sum lektari á Læraraskúlanum, har hann hevði havt nakrar fáar vikutímar árini frá 1968. Starvið á Læraraskúlanum røkti hann, til hann legði frá sær í 1995. Í 1970 kom eg sjálvur í starv á Venjingarskúlanum. At arbeiða við honum sum stjóra hesi fyrstu árini á Venjingarskúlanum var sum ein opinbering. Brotið varð við gamla vanahugsan og nýggjar gøtur tráddar. Hann var góður stjóri, sum altíð setti álit fram um eftirlit, ein vellandi kelda av kunnleika og ein fyrimynd: arbeiðssamur, greiður og rúmur, tá ið kom til nýggj rák. Nógvar av teimum hugsanum, hann gjørdi sær um skúlaskap, eru savnaðar í bókini ”Uppaling og skúlaskapur”. Hann legði eisini stóran dent á trivnaðin. Hugnaligur var altíð seinasti skúladagur, tá ið alt skúlayrki var frá hondini, og tey bæði Jeffrei og Kirstin buðu øllum starvsliðnum heim til sín í Heiðaskákinum. Og tá var góður vertsskapur, og vit tóku saman, og dansurin gekk so lystiliga. Latínska orðið amo merkir eg elski ella mær dámar. Úr tí er runnið orðið amatørur, sum ofta verður brúkt í niðrandi merking, men tað merkir bara ein, ið yndar tað, hann ella hon fæst við. Vit kunnu siga, at Jeffrei tók sær ikki stundir at taka ta stóru akademisku útbúgvingina, sum hann hevði evnir at taka í eini handarvending, men hann tók tó exam.art. prógv í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum eftir tvey ára lestur – í 1982. Og ongum – er hann enn bachelorur, meistari, ph.d., ella doktari í málfrøði – hevði runnið til hugs, at nevnt Jeffrei amatør í neiligari merking, tí øll ásanna, at helst var eingin á hesum granskingarøkinum, sum hevði so holla vitan sum júst hann. Ungur sló hann gluggarnar frá, og sum fáur annar fylgdi hann við á tí granskingarøki, sum nevnt verður almenn málfrøði. Øll tey, sum fáast við føroyskt mál, vita um hansara avrik, og millum fremstu málfrøðingar, ið fingist hava við føroyskt – nógvir teirra útlendingar - var hann hátt í metum. Og hann umboðaði Móðurmálslærarafelagið í Málnevndini drúgt áramál. Forlagið ”Sprotin” gav í 2007 út bókina ”Uppaling og skúlaskapur”. Í 2010 kom út stórverk hansara: ”Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar”, og sama forlag gav í 2011 út ”Orðalagslæru”, sum er eitt slóðbrótandi verk. Umframt skrivaði Jeffrei fleiri undirvísingarbøkur til fólkaskúlan. Árini frá 1981 til 1995 høvdu vit í felag ábyrgdina av frálæruni í føroyskum á Læraraskúlanum. Hann var góður samstarvsmaður og altíð hollur í ráðum. Tá stovnaðu vit á skúlanum dansifelagið ”Grana” og fóru dansiferðir um landið. Jeffrei skipaði eisini fyri barnadansi í Havn. Jeffrei Henriksen, legði eyguni saman á seinasta sinni tann 27. nov. 2018. Sum hann royndist okkum trimum læraraskúlanæmingum lýsandi fyrimynd - tá í 1968 - fer minnið um Jeffrei at standa sum ein óvikandi klettur, tá ið kemur til at lýsa skúlaskap og serliga móðurmálsundirvísing her á landi. Vit lýsa frið yvir minnið um ein góðan vin, ein merkismann, sum veruliga dugnaði tjóð okkara og føroyskum máli. Henrik Hammer, høgrumegin, saman við Peturi av Vollanum Petur 07.09.2018 (17:19) Heilsan til Henrik Hammer Tað er við sorgblídni, at eg siti á skiparakamarinum umborð á Norrönu og skrivi nøkur orð um teg, vinurin. Vit møttust í februar 2012, tá vit báðir blivu starvsfelagar umborð á Norrönu. Vit vóru saman umborð ta fyrstu tíðina, tá tú skuldi læra meg skipið, havnirnar og ikki minst siglingina at kenna, soleiðis at vit kundu avloysa hvønn annan umborð á flaggskipinum, Norrönu. Tað var ikki hissini uppgáva, eg hevði sagt ja til, og ikki at tala um stødd av skóm, sum eg skuldi traðka í fyri bara so nøkulunda at klára at koma uppá hálvan skógv hjá tær. Eg kundi ugga meg við, at sjálvt um uppgávan var stór, so hevði eg fingið tann besta lærumeistaran, ið til var. Tá lærutíðin var av, og eg sjálvur stóð við ábyrgdini, var tú altíð klárur við góðum ráðum og deildi nógv út av tíni vitan og royndum. Tú fylgdi væl við, hvussu siglt bleiv. Tá tú hevði frítúr, kom tú javnan oman á bryggjuna, tá vit løgdu at. Vit gjørdust bestu starvsfelagar og góðir vinmenn, ið hildu nógv av hvørjum øðrum. Smyril Line stóð hjarta tínum nær. Felagið, ið pápi tín saman við øðrum legði grundarstein undir, gjørdist títt arbeiðspláss í 35 ár. Síðstu mongu árini sum skipari. Hetta var eitt starv, ið tú gekk høgt uppí, og fyri mong er tú allarhelst ein ímynd av Norrönu. Tað, ið serliga eyðkendi teg, var, at tú var ein fólkakærur skipari. Tú fylgdi sera væl við, hvørji ferðafólk vóru umborð, og tað sást týðiliga, at ferðafólkini høvdu stórt álit á tær og bóru tær alsk. Serliga vil eg leggja dent á, hvussu avbera væl tú dugdi at vera vertur fyri ferðafólkini umborð. Tær dámdi væl at bjóða ferðafólki, tú kendi, og ferðafólki, ið høvdu týdning fyri felagið, á matstovu og upp á brúnna. Altíð fryntligur, í góðum lag og hevði lætt til látur. Tú vart maðurin, sum meistraði Norrönu. Tínar eyðkendu kviku og flottu manøvrur. Tín vitan um veður og sigling á norðuratlantsleiðini, serliga á vetrartíð, var framúr góð. Við øllum tí, tú tókst við, var tú nærlagdur. Tú vart ongantíð ráðaleysur, men hevði altíð eina ætlan, og fylgdi altíð sera væl við í øllum, ið hendi umborð. Nú tú ikki ert ímillum okkum longur, siti eg eftir við stórum sakni og sorg um, at tú er farin. Tankin um, at vit ikki longur skulu loysa hvønn annan av, er fjarur - um enn veruleiki. Eg eri glaður fyri tíðina, vit fingu saman. Tú verður nógv saknaður og ongantíð gloymdur, góði Henrik. Eg vil bera mína djúpastu samkenslu, til øllum tykkum, ið stóðu Henrik næst, hansara alt ov stutta skeið ímillum okkum. Takk fyri alt, mín góði vinur. Petur Bjørn Patursson 26.10.2018 (23:13) THEODOR PETERSEN SJEYTI Leygardagin 27. oktobur fyllir Theodor sjeyti. Men tak ikki feil, sum myndin ber prógv um, er hann ”still going strong”. Hendan dag eg tók myndina var eg, sum so ofta eini hissinisørindi hjá Búrøkt. Theodor var tann fyrsti eg møtti. Tað sum eyðkennir Theodor er, trúskapur, áhaldni og hansara lætta lyndi. Sum eg kenni hann altíð hjálpsamur, smílandi og við tí góða orðinum. Hann var ongantíð bangin fyri at taka eina hond í, sterkur sum ein oksi. Tað gav at bíta tá ”klemmilagið” var á honum. Tað er ikki sørt, at okkurt riv hevur fingið skaða. Eg lærdi Teodor fyrst at kenna, tá eg byrjaði at arbeiða á Mjólkarvirki Búnaðarmanna í Hoyvík fyrst í áttatiárunum. Í fyrstuni bleiv eg heldur kløkkur av hesum manni, sum tíðliga á morgni kundi finna uppá at, tríva í eina ”ariu” so tað rungaði eftir í betonghøllini úti á virkinum. Theodor bakkaði ikki fyri nýggjum avbjóðingum. Hóast ikki serfrøðingur slongdi hann um seg við fakmáli sum td.: NPK, PBV, AAT, FE, osv. tá kundar ringdu ella stukku inn á gólvið á fóðurdeildini, summi smíltust meðan onnur undraðust. Undirhaldari er Theodor av guds náði. Við guitara og sangi er hann altíð klárur at taka eitt lag, syngja fyri ella spæla undir. Eisini plaga onkrar góðar ”suðuroyarsøgur” og krønikur at fylgja við áðrenn og eftir sangin. Góði Theodor, hjartaliga til lukku! Meg minnist aftur á mangar góðar og ríkar løtur saman við tær. Tær verður ynskt alt tað besta framá. 06.11.2018 (09:30) August Wang 70 Tann 7. november 2018 fyllir August Gabriel Wang, ættaður úr Kaldbak og búðsitandi á Frederiksberg í Danmark, 70 ár. Í dag er 70 ár tó ongin aldur,tá man framvegis arbeiðir fulla tíð og gott og væl tað. Tað varð ikki sungið við vøgguna í Kaldbak, at August skuldi gerast akademikari, hann gekk í veruleikanum bara í skúla hálvan dag øll barnaárini, og bert hjá einum lærara dagliga. Tað var kannska mamman Astrid Wang, sum helt sonin til bøkurnar, og væl hevur borið til. August gjørdist studentur í Hoydølum og tók sum 27 ára gamal prógv sum lækni á Universitetinum í Keypmannahavn. Essa Arge sáli vildi fegin havt August undir sínar kirurgisku veingir, men tað var Árni Olsen sáli, sum gav íblástur til leiðina sum sálarlækni. Í stuttum kann sigast, at August Wang gjørdist serlækni í psykiatri í 80unum í Odense og tók doktaraheitið í 1996, eisini í Odense. August starvaðist sum yvirlækni í psykiatri í Føroyum í 9 ár og hevur starvast í gott 20 ár í Keypmannahavn á Psykiatrisk Center Amager, nú sum yvirlækni á Kompetencecenter for Selvmordsforebyggelse. August hevur eisini verið aktivur fakliga og verið virkin í Videnskabsetisk Komite. August hevur framvegis sítt dagliga yrki og hevur ábyrgd av læknalesandi á staðnum, hann er eisini lektor við Universitetið í Keypmannahavn og arbeiðir sum granskari í sjálvmorðsfyribyrging og genetik. August Wang hevur, saman við sjúkrarøktarfrøðingi Marianne Hvid, lagt lunnar undir Amager Projektið, sum í stuttum snýr seg um, at fólk, sum hava roynt sjálvmorð, men ikki blíva innløgd, fáa bjóðað uppfylgjandi vitjanir aftaná. Projektið hevur havt so góð úrslit, at tað nú er implementerað á øðrum sjúkrahúsum, eitt nú Bispebjerg Hospital. August er sera hjálpsamur av lyndi, og tað er nokk meira enn ein lækni, sum hevur takkað honum fyri, at prógvið kom í hús. Mong eru eisini tey, sum hava notið gott av hansara fakliga kunnleika og hjálpsemi, tá lívið gjørdist tungt, eisini uttanfyri sjúkrahúsverkið. August hevur altíð verið eitt familjumenniskja, men hevur ikki nakað fríðtíðar ítriv sum so. Hann sigur sjálvur skemtiliga, at hann ikki skilur ímillum arbeiði og ítriv. Tað er tó eitt, sum kann fáa mannin til at leggja alt frá sær, og tað eru abbabørnini bæði, Magnus og Freja, sum eru 8 og 4 ára gomul. Tey elska hann treytaleyst og vita, at um tey vilja uppnáða okkurt, sum omma sigur nei til, so er bert at spyrja abba, sum uppá sín diplomatiska máta fær eitt nei at blíva til eitt ja. Teir mongu túrarnir úti í skóginum ella á teimun ymisku spælipássum, eru eisini eitt ”hit”. Góði August, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár afturat saman við okkum. Konan og synirnir við familju Torbjørn Jacobsen 21.11.2018 (10:31) Dómur yvir deyðan mann Fáur hevur verið neyvari í lýsingini av lívsins mest umvarðandi fyribrigdum enn Paulus, serliga táið hann skrivar fyrra brævið til menn í Korint. Metodan er klassisk. Tað ræður um at skera inn á bein. Greiðari síggjast mótini. Ymsu sjónarhornini standa upp ímóti hvørøðrum, og hann staðfestir, at uttan kærleika eru allar náðigávur og øll offur til onkis. Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla. Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg onki. Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp. Kærleikin tolir alt, trýr øllum, vónar alt og ber alt. Vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum; men táið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. Táið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av. Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. Hetta er leiðin úr vøgguni um gravarmúlan fram í tær himmalsku tjaldbúðir. Tey mongu, sum gerandis og heilagt hava akað framvið húsunum, dygst uttan fyri Garðar á Glyvrum, hava ivaleyst sæð ein grásprongdan krúll daga undan á svalanum, leitandi eftir allari megi og hvørjum geisla, sum sólin ber okkum. Maðurin, sum so víða hevði farið, var oftari at síggja, eftir at hann fór av arbeiðsmarknaðinum – 83 ára gamal. Vit brúktu kílamegi fyri at fáa hann at skilja, at hann kanska átti at brúkt tey seinastu árini í meiri friðsemi, kann ætla at hann ongantíð skilti hetta, so uppslúktur sum hann var av tí serliga calvinistiska arbeiðsmoralinum, hevði nær sagt arbeiðsøðini, har tað ikki er stikað av ímillum arbeiði og frítíð. Kortini fekk hann fimm góð ár sum pensiónistur, og sum Viderø prestur skrivar í bókini „Frá landi á fyrsta sinni“: „Nú er hann farin – men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt – tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –„ Joen Jacob Frantz Jacobsen – Jóan Jákup á Langanesi – ella Jóan Jákup hjá Napoléon – sum hann ofta varð róptur her í bygdini, var borin í heim á Glyvrum hin 18. juli 1930. Foreldrini vóru Sofía og Napoléon. Hon uttan úr Heiðunum, dóttir Kristinu av Oyrareingjum og Pól Nikláa Danielsen, ið var slektaður úr Nólsoy, og hann sonur Jákup og Biritu, sum bæði vóru av bóndagørðunum í bygdini. Sofía og Napoléon settu seg niður í Langanesgerðinum. Tey fingu 11 børn – átta gentur og tríggjar dreingir - Jóan Jákup var ein teirra, miðlingurin av synunum. Systir hansara Fía, sum er nakað eldri enn hann og býr í Keypmannahavn, plagar at taka til hvussu væl hann var fyri longu sum smádrongur. Bæði hvat ið viti og kropsevnum viðvíkti, men so leggur hon altíð læandi afturat, at ein skuldi leita ómetaliga leingi fyri at finna ein mann, ið var treiskari og meira tógvin enn miðlingabeiggin. Tey bæði komu nú so sera væl útav tí, og vit hava altíð verið sum húsfólk hjá henni og sálaða manni hennara á ótaldu ferðunum millum lond. Hann man hava tikist við alt fyrifallandi frá ungum árum av. Verið í torvi, hoyna og á seiðabergi. Velt, bøtt gørn og gingið á fjall. Og so hevur hann sjálvandi spælt sum allir aðrir dreingir, men tað sum hann oftast tosaði um frá hesum árunum var driftingin eftir sild – á fjørðinum og onkuntíð stimaðu teir inn á Lambavík, táið nógv var at fáa. Hugurin til sjógvin kom nú ikki frá fremmandum. Abbi hansara á Langanesi var tiltikin útróðrarmaður, hin abbin var skipari og átti Delphinuna, og pápi hansara var millum kendastu skiparar í landinum í sínari samtíð. Hóast pápin misti tvey skip av krígsávum seinru stríðsárini, sum eisini hevði sínar syrgiligu avleiðingar í grannalagnum, fór hann sín fyrsta túr sum dekkari við snurriváðsbátinum „Sanna“, sum pápi hansara keypti beint eftir stríðsárini. Teir fiskaðu fyri tað nógva í Norðsjónum og hin bulmikli Sigurd Reinert úr Kaldbak førdi hana. Tá var hann 15 ára gamal. Eftir tað var hann nakrar túrar við gomlu „Columbus“, á Suðurlandinum, tiltikni rokskiparin Jákup Andrias í Kálvhúsinum á Glyvrum førdi hana. Morbróður hansara, Debes Danielsen, Debes hjá Pól Nikláa, átti útróðrarbátin „Símun á Torkilsheyggi“, honum var hann við nakrar túrar, men 17 ára gamal fær hann kjans sum dekkari við trolaranum „Jóannes Patursson“, sum Hans Pauli hjá Mortani í Hvannasundi førdi. Honum var hann við í 48, 49, 50 og 1951. Veturin 1949/50 gekk hann kortini á Føroya Sjómansskúla, har hann fekk setuskiparaprógv á vári í 1950. Tá Andreas hjá Mortani í Hvannasundi fór at føra trolaran „Kallsevni“, ið var ein umbygd korvett, smíðað undir krígnum, sum Pf. Kimbil í Tórshavn átti, ráðførdi hann seg við Hans Paula, bróðurin, um at seta fólk. Túrin fyri hetta hevði Andreas kortini verið skipari ein ísfiskatúr við Bóndanum, sum trolarin eisini varð róptur. Har hevur hann eygleitt og gjørt sær metingar um, hvørjir bestumenn hansara skuldu vera, táið hann fór at føra „Kallsevni.“ Hans Pauli og Andreas samdust um, at Dávur hjá Christiani í Bø á Strondum og Jóan Jákup hjá Napoléon á Glyvrum skuldu gerast avikavíst fyrri og annar bestimaður. Teir mynstraðu á Havnini hin 27. apríl 1951. Tá var pápi mín 20 ára gamal og Dávur 21 ára gamal. Teir báðir gjørdust vinmenn fyri lívið. Harðir og brutalir á skræðuni, ringa navigatørsjúkan, men ofta eru teir bleytir sum smør innvortis og í sálini. Dávur gjørdist seinri ein av kendastu trolaraskiparum í Føroyum. Jóan Jákup var við skyldmanninum Andreasi í 51, 52 og 1953. Mamma hansara og Andreas vóru systkinabørn, slektað undan tveimum børnum hjá gitna bátasmiðinum Jóhan í Garði í Nólsoy. Ongin í Norðurhøvum stóð bestu føroysku trolarunum kurl hesi árini, og ein eldri íslendingur segði mær einaferð, at skipararnir vóru ein orsøkin, ein onnur var, at hvørki norðmenn ella íslendingar høvdu so markleysa góða manning, sum m.a. Hans Pauli og Andreas høvdu. Teir bardust sum úlvar á skóg fyri at vera bestir. Sum Jóannes á Mølini tekur til í einari yrking: „Spælið dunkar og dynjar – hurðarnar (lemmarnir) koma dundrandi at borði – bellurin flotnar – aldar dovisliga – upp og niður – sum ein yvirvaksin sjógvormur. Og sum gamli tók til: „Onkuntíð sovnaðu teir yngru niður í pavnarnar, eftir at hava brotið vakt í fleiri samdøgur.“ Í 1953 tekur hann eina rættiliga eksitentiella avgerð, sum kann tykjast margháttlig, serliga í mun til øll árini hann hevði brúkt á trolaradekki sum dekkari og bestimaður. Hann segði mær einaferð, at búskaparligu viðurskiftini í Føroyum vóru blivin so ørkemlandi, serliga í kjalarvørrinum av at Sjóvinnubankin fór út av ørvarendanum, at tað ráddi um hjá einum ungum manni at víðka sær um møguleikarnar, soleiðis, at arbeiðsmegin kundi brúkast aðrar staðir, enn bara í føroyska fiskiflotanum. Kann ætla at avgerðin hjá abba hansara, Pól Nikláa Danielsen, at fara niður á Bogø Navigatiónsskúla fyri at fáa hægstu navigatiónsútbúgving, longu í 1882, hevur verið ein árenning, sum hevur gjørt mun. Havi hoyrt fleiri eldri menn siga, sum kendu skiparan, reiðaran, sjómansskúlalæraran og bátasmiðin Pól Nikláa, at abbasonurin á Langanesi líktist honum ómetaliga nógv í flestu lyndisbrøgdum, og ætlast kann, at hin gamli hevur eggjað abbasoninum til. Fyrr var illa. Eftir átta ár á skipsdekki umborð á føroyskum fiskiskipum, velur hann at fara undir lestur á Sjómansskúlanum í Svendborg. Har trívist hann ikki serliga væl, og eftir ein mánað flytur hann um sundið og byrjar á Marstal Navigatiónsskúla. Endamálið er at fáa hægstu nautisku útbúgving, sum var til, - at gerast skipsførari. Og nú fer av álvara at bragda hjá glyvradronginum. Eitt kvøldið um hetta mundið, heima staddur, fær hann eyga á eina gøtugentu. Slektað úr Grógv í Syðrugøtu, - dóttir tey bæði Jóan Elias og Suffíu Gregersen. Arnbjørg. Eyguni bresta saman í dansinum í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, fast var skeklað, og forelskilsið vaks til burðardyggan kærleika fram til hendan dag. Tey fluttu bæði til Marstal, og har vórðu lunnarnir lagdir undir fjølskylduna av børnum, abbabørnum og langabbabørnum, sum øll sita í kirkjuni í dag. Í 1956 kom hann heimaftur við Tjaldrinum við skipsføraraprógvi, einum barometri fyri væl avrikað verk á skúlanum og konu og fyrsta barninum. Hann helt lítið um barnaskúlan á Glyvrum, har kom onki burturúr, men eitt skeið á Føroya Fólkaháskúla gjørdi honum stóran mun. Hann tók mangan til hendan veturin, har hann av álvara varð tjóðskaparliga kveiktur. Pápi hansara var ivaleysur á tjóðskaparkósini, og ein av teimum sum stukku inn á gólvið á Langanesi, táið hann ferðaðist í Eysturoynni, var Jóannes bóndi. Hetta snúði seg kanska meiri um at trúgva á egnan mátt og egna megi, sjálvbjargni á øllum mótum, heldur enn um smáligt partapolitiskt kegl. Málið var størri og hægri. Tað snúði seg í stóran mun um, at føroyingar sum fólk áttu at standa á egnum beinum. Í hvussu er skiltu teir ikki tað øvuta sjónarmiðið, - hóast tað ikki varð rópt út um allar geilar. Í apríl í 1956 mynstrar hann umborð á einum skipi hjá J. Lauritzen í Esbjerg, sum liggur fyri at fara til Philadelphia í USA. Skaldið Jóanes Nielsen sigur í kendu yrkingarrøðini – Trý brøv til ein fiskimann – at børnini hjá fiskimonnum kenna ikki sínar pápar. Støðan var uppaftur verri hjá okkum, sum áttu pápar, ið sigldu úti, mynstringarnar vardu í 2-3 ár. Reiðarin Knud Lauritzen var ein modernaður maður og reiðari, hann ynskti at konur og børn sluppu umborð á skipini, fyri at gera tað meiri høgligt hjá familjumonnum at liva og virka umborð á skipum hansara. Soleiðis fingu mamma og vit systkini møguleikan fyri at ferðast kring um ein stóran part av heiminum. Hann var í átta ár hjá Lauritzen, og hetta var ein týdningarmikil tíð fyri hann. Umframt at tosa enskt fór hann nú undir at læra seg at tosa á sponskum, og tað lá væl fyri, táið stórur partur av manningini vóru latínmerikanarar, úr Chile, Argentina og Ecuador. Um hetta mundið rendi hann seg eisini inn í ein sannan brennidepil, Cubakreppan tók seg upp, eftir at Sovjetsamveldið var farið undir at flyta hernaðarligt ísinkram og kjarnorkumissilir til oynna í caribiska grannalagnum hjá USA, tað stóð og vigaði á um heimurin skuldi enda í einum triðja veraldarbardaga. Teir sigldu ímillum USA og Cuba fyri kollveltingina hjá Fidel Castro og partisanum hansara. Eftir kollveltingina og serliga eftir handilsstongsulin – embargo´ina - sigldu teir ímillum Canada og Cuba. Annaðhvørt var tú hesumegin ella hinumegin. Svart ella hvítt, reytt ella blátt, men siglingin hevði sum so onki við politisku og hernaðarligu spenningarnar í økinum at gera. Hinvegin høvdu viðhaldsmenn hjá Castro fingið trupulleikar, eisini í Canada. Ein teirra, sum var limur í canadiska kommunistaflokkinum, ovarlaga staddur í flokshierarkinum, endaði sum blindur passasjerur umborð á Indian Reefeer, har Jóan Jákup var yvirstýrimaður. Hann fekk ikki verið í heimlandinum longur. Nýggja stjórnin í Havanna vitsti av hesum, og táið teir høvdu fingið landgangin niður á bryggjuna í Havanna, komnir úr Montreal, stendur ein ungur síðullaður maður, undir alpuhúgvu - baret, í partisandressi, við skammbyrsum hangandi niður við mjadnunum og bíðar eftir at sleppa umborð. J. Gregers Holm-Nielsen skipari gevur yvirstýrimanninum ordrar um at taka sær av blinda passasjerinum og at taka sær av byltingarmanninum á bryggjuni. Hesin síðullaði og Jóan Jákup møtast síðani hálvvegis í landganginum, taka í hondina á hvørøðrum, spjalla saman og fara umborð fyri at avgreiða málið við canadiaranum. Kann ætla at teir ikki hava tosað um politikk, ein heldur borgarligur tjóðskaparmaður úr Føroyum og ein latínamerikanskur marxistur úr Argentina, sum eisini var lækni og commandantur í cubansku kollveltingarhirðini, skiltu helst ikki hvønn annan á politiska mótinum, vóru ikki á idépolitiskari bylgjulongd, hóast teir tosaðu sama mál. Kortini spældi alt væl av. Maðurin var Ernesto Ché Guevara. Hann bjóðaði seinri deyðanum av í frumskógini í Bolivia, meðan glyvramaðurin so smátt var farin at hugsa um, hvør næsti leikurin skuldi vera á lívsslóðini. Cubanski sendimaðurin í Keypmannahavn, sum vitjaði í Føroyum fyri tveimum árum síðani, sendi mammu eitt kondolansufjarrit í gjár, hon vitjaði tey bæði ta ferðina, táið hon var í býnum kortini, og hon var ikki sørt imponerað av fundinum og søguni úr Havanna í 1962. Tað tykist vera rættiliga tilætlað, at Jóan Jákup fer nakrar túrar við donskum coastarum miðskeiðis í sekstiárunum, tá var sáttmáli longu gjørdur um at fáa smíðað eitt skip av hesum slagnum á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann og fleiri í fjølskylduni høvdu tikið seg saman um átakið. Í august í 1968 var „Norðvíkingur“ liðugt smíðaður, og hann førdi skipið í 12 ár. Kanska var hesin dagurin í 1968 tann størsti av øllum í hansara vinnuliga virksemi. Eftir tað komu fleiri nýbygningar og partseigaraskapur í øðrum útgerðarfeløgum. Trongdin eftir at fáa vinnu upp at standa var ótømandi, og helst hevur ongin átt í so nógvum skipum, smíðað á føroyskum skipasmiðjum, sum júst hesin maðurin, ið fer um gravarmúlan um eina løtu. Kendist sum var tað tilætlað, eitt slag av verkligari tjóðarbygging. Fjórða vinnuskiftið kemur í 1986, táið hann keypir Runavíkar Frostgoymslu frá kommununi. Har var hann stjóri til nú, hann dróg andan fyri seinastu ferð - 88 ára gamal. Harvið hevur hann onga hýru og løn forvunnið, aðra enn úr egnum feløgum og frá sær sjálvum, í eina hálva øld. Rímiliga imponerandi og rættiliga umboðandi fyri hansara hugsanarhátt. Nógvu áv árunum loysti hann meg av sum skipari, og hetta gjørdi hann heilt fram til 1997, táið hann fór um vanligan pensiónsaldur. Og nú spyr onkur helst, hvussu var hasin maðurin sum maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi? Hesi kvøldini á Ellisheiminum í Runavík munnu vera besta endurspeglingin av tí. Øll, sum eru komin undan teimum báðum hjúnunum, hava staðið við børu hansara og sungið og biðið fyri hansara jarðiska hylki og sálini, sum nú búleikast í aðrari sferu, heima hjá Honum, ið hevur ræðið á øllum, Skapanarverkinum, sum Hann sjálvur smíðaði. Hann var í grundini ein merkiligur originalur, sagt í positivari merking, sum legði líka í, hvat ið onnur hildu og søgdu. Ein óslípaður diamantur. Hann livdi í pakt við tað sum hann vildi, tímdi og ætlaði. Í fullkomnari javnvág. Ikki til at sláa út av pinninum. Ikki til at vika. Hann livdi og virkaði ikki eftir hvussu onnur ynsktu at hann skuldi liva og virka. Hann var eitt slag av kapitalisti, eg plagdi siga við hann, at hann var ein dupultskinnaður ketilsdraktskapitalistur. Umframt føroysku undirklæðini var hann vanliga í tveimum ketilsdraktum, táið hann furaði aftur og fram á gaffiltrukkinum í 30 kuldastigum á Frostgoymsluni. Hann foraktaði tað at koma í alment ljós, var nakað smæðin av lyndi, og hóast vinnurekandi í hálva øld hevur hann ongantíð tosað við ein fjølmiðil, hann hevur heldur ongantíð flutt fram eina røðu, og helst illneitast hann nú um, í sínari himmalsku tjaldbúð, at eg standi frammi í kór í hansara kæru kirkju, og geri so nógv burturúr honum. Hann var ikki lýtaleysur, heldur enn nakar annar, tað vóru tíðir, táið tað gekk betri og verri við vinnuvirkseminum, men hann helt fast um sítt, og hann hevði ein sera sterkan samfelagsmoral. Tað snúði seg um samfelagið fyrst og fremst, at fáa tað at fungera, so mátti alt annað koma hareftir. Hvørja ferð eitt skip kom undan Saltnesi, fegnaðist hann, og hóast megin var farin at ganga undan, skuldi hann akast út á bryggjuna fyri at síggja, hvussu leikur fór. Einaferð í vár kom mótbrekkan av álvara, tað knípti við at ganga oman í og niðan frá kirkjuni sunnudagar. Pøstur hvíldi hann seg alt oftari, og so var fjørðurin rógvin. Tað er ikki av ongum, at so nógv er sungið fyri honum hesar seinastu dagarnar. Tónleikur og sangur fyltu óvanliga nógv í hansara universi. Hann var sjálvur góður sangari. Kvøðari við. Livdi seg bókstaviliga inn í søgugongdina í kvæðunum og citeraði ofta úr teimum. Kvæðabøkurnar lógu altíð opnar kring um í húsinum. Ormurin Langi, Brókatáttur, Ebbe Skammelsøn, Leivur Øssursson, Brestis kvæði, Sjúrðarkvæðini, - hann las uppí saman aftur og hann var yvirhøvur ein væl lisin maður. Útvarpið var opið frá morgni til myrkurs og hann mintist alt, hukomilsið var sum á einum gomlum fíli. Eitt var tað, at hann støðugt fleyg undir radaranum, eitt annað, at hann hevði eini serdeilis góð evni at skoða ígjøgnum, um tað var humbukk ella skilagóðar loysnir, sum menn vartaðu upp við. Ein dagin høvdu tveir finansjonglørar úr fíggjargeiranum spurt, um teir kundu sýna okkum ein skilagóðan íleggingarmøguleika. Tað hildu vit báðir, at teir kundu. Nú troppa teir upp ein fyrrapart við slipsum sum breiðfokkum, flippum sum vindskeiðum, longum hvítum frakkum, dokumentmappum og við hópin av sjelé í hárinum. Eg var vinsælur og trakteraði teir við kaffi og smákøkum, men stjórin møtti ikki upp, og vit hoyrdu bara hurrið frá trukki hansara. Triðju ferðina eg royndi at fáa hann at leggja eygu og oyru til framløgu teirra, gjørdi hann greitt, at hann hevði ikki stundir at tosa við fólk í slipsi, síðum frakkum og við gelé í hárinum ein týsmorgum kl. 10 – ein vanligan arbeiðsdag. Har var annað at taka sær fyri. Undir øllum umstøðum høvdu hesir metrosexuellu gandakallarnir ikki fingið eitt bein til jørðina, tí hann hevði eina turkatrúgv á, at virðini bara koma úr arbeiðandi hondum og tankagóðsinum hjá fólki, hann var sera skeptiskur, táið tað kom til smartar loysnir, tí hevur fáur arbeitt meiri í Føroyum enn júst hann, sum verður borin út higani í dag. So slitin var hann nú, av einum óvanliga hørðum arbeiðslívi, at eg kom at hugsa um yrkingina sum Jóanes Nielsen skrivaði til Hugo, táið hann var farin. „Hann er deyður - og skal eg vera erligur - vænti eg ikki at hann hevði klárað seg millum einglarnar - til tað vóru armar og ryggur ov slitin.“ Mangar ringar túrar hevur tú gjørt, ótaldar ferðir ligið á Hvarvinum í himmalsins ódnarveðri, har tað kundi ganga báðar vegir, men nú stilti hann av. Av álvara. Nú er logn. Og eg fái ikki sagt tað betur enn trubadoururin Eyðun Nolsøe í sanginum um deyða faðir sín: „Mín faðir mítt upphav. Tú livir enn í mær. Gævi tín ferð handan hav, friðsæl og fullborin var.“ Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. Tú átti øll hesi brigdini í tær. Í ríkiligt mát. Í Hebrearabrævinum lesa vit: „Men trúgv er treyst í tí, sum vóna verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.“ Tú vart sannførdur um lutirnar, sum ikki síggjast, tí akslar tú nú tíni skinn við hin Alvalda, sum vónandi og væntandi fer at taka sær væl av tær. Í Hávamáli verður sagt: „Doyr fæ, doyggja frændur, doyr hann sjálvur somuleiðis; eg veit ein, ið aldri doyr: dómur yvir deyðan mann. Okkara dómur er, at vit áttu ein frágerða góðan mann, pápa, verpápa, abba og langabba. Sárt saknaður livir hann enn í okkum og minnini slókna ongantíð – ikki fyrrenn okkara tími er komin. Til endans skal eg vegna mammu og okkum takka føroyska heilsuverkinum og ikki minst Roðanum fyri eina framúr tænastu, nú tørvur var á henni. Tit eru gullstreingirnir í samfelagi okkara. Við hesum orðum fari eg at lýsa Harrans frið yvir elskaða pápa mín og vinmannin Jóan Jákup á Langanesi. Takk fyri at tit sýndu honum henda stóra heiðurin. Lesarabrøv Jógvan Skorheim 09.01.2019 (16:38) Annika Olsen hevur lagt eina køvandi hond yvir bústaðarneyðina Tað var margháttligt at hoyra Anniku Olsen harta Betri samtakinum, nú Betri hevur slept ætlanunum at fara víðari við íbúðarbygging. Annika Olsen hevur sovið í tímanum. Hon hevur ongan vilja víst at taka ábyrgdina á seg sum borgarstjóra, men hevur spælt bóltin víðari til onnur at taka sær av. Tíverri bleiv uppskotið um at loyva kommunum at byggja íbúðir blankt avvíst av Anniku, við orðunum “kappingaravlagandi”. Vit mugu koma burtur úr hesari sentrifuguni, har myndugleikar ikki vilja taka ábyrgd, men framhaldandi koyra hana frá sær. Onkur vil hava pensjónsfeløg at gera íløguna, ein annar vil hava sterkar privatar fyritøkur at gera íløguna, meðan onnur vilja geva skuldina til manglandi átøk frá landinum. Felags fyri øll hesi er, at eingin tekur bóltin á sína hálvu og byrjar at byggja upp, so vit koma á mál við at loysa íbúðarneyðina. Meðan alt hetta gongur fyri seg, so eru tað enn fleiri fólk, sum ikki fáa tak yvir høvdið, men standa framhaldandi í einari ótolandi støðu. Nærum hvørja viku fái eg óformligar spurningar, um kommunan ikki kann hjálpa við bústøðum. Svarið er tíverri enn noktandi. At kalla hetta “kappingaravlagandi” er púra burturvið. Allar kommunur kappast um barnagarðspláss, tað gagnar familjunum, sum skulu seta føtur undir egið borð. Allar kommunur hava longu í dag myndugleikan at útstykkja, og eisini planera grundstykkir til vanliga sethúsabygging, tað gagnar eisini øllum teimum mongu, ið ynskja at byggja sær nýggj hús. Hví skulu vit ikki geva teimum familjum, ið ikki hava ráð ella møguleika at byggja sær hús, møguleikan at fáa eina íbúð? Tað er mær púra óskiljandi. Uppskotið snýr seg júst um, at kommunurnar fáa heimild saman við vinnulívinum, so skjótari kann komast á mál. Vit kenna eisini søguna við dagstovnaøkinum og eldraøkinum. Uppraðfestingin er sjónlig, síðani kommunurnar fingu ábyrgdina. Flestu kommunur kring alt landið gera sítt ítasta fyri at geva øllum borgarum góð dagstovnapláss, og á eldraøkinum hava fleiri kommunur sett í verk nýggj átøk, ið ongantíð høvdu komið á skrá, um landið framhaldandi hevði ábyrgdina. Fyri eina kommunu hevði tað verið munandi bíligari og betri gagnnýtsla at bygt nakrar íbúðir ella gjørt eina raðhúsabygging, ið nøktaði tørvin á íbúðarneyðini, enn at halda á við sama leisti at taka stórt lendi til fá sethús. Lat kommunurnar fáa heimild at loysa íbúðarneyðina saman við vinnulívinum, so skal tað nokk ganga skjótt at loysa avbjóðingarnar. Heðin Mortensen 09.01.2019 (20:41) Varð bygnaðurin á Landsverki broyttur sum Akademikarafelagið pástendur? Samferðslumálaráðið hevur í dag svarað Akademikarafelagnum í málinum um Landsverk. Svarið liggur á heimasíðuni hjá Samferðslumálaráðnum. Í hesum sambandi havi eg hesar viðmerkingar til málið: Nýggjársdag í ár sendi Akademikarafelag Føroya skriv til Løgmann, til Løgtingsins Umboðsmann og til Landsstýrismannin í samferðslumálum. Akademikarafelagið finst at, at bygnaðurin á Landsverki er broyttur. Men hann er als ikki broyttur. At pástanda, at landsstýrismaðurin er stjóri á Landsverki, er ikki rætt. Eisini eitt sindur óseriøst. At landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at 3 deilarleiðarar á Landsverki, sum ein fyribilsloysn vísa til aðalráðið, er heilt náttúrligt. Talan var um nakrar fáar dagar um høgtíðina til ein fyribilsstjóri var settur á Landsverki. Spurningurin er, hví eitt slíkt skriv skal sendast til øll. Løgtingsins umboðsmaður viðger skrivið frá Akademikarafelagnum, og umboðsmaðurin hevur biðið um eina frágreiðing. Hon kemur ein av nærmastu døgunum. Nú verður tað helst soleiðis, at Akademikarafelagið má fara í Fasta Gerðarrættin at viðgera sínar spurningar. Tað, sum hevði verið frægast, hjá Akademikarafelagnum, var, at felagið kom oman í Samferðslumálaráðið at tosa við landsstýrismannin um málið í staðin fyri at senda klagu til hesi og hasi. Landsstýrismaðurin hevur als ikki fingið nakra áheitan frá felagnum um fund at røða um málið. Akademikarafelagið hevði uttan iva komið til sættis við landsstýrismannin, og so kundu vit hugt frameftir og fingið frið um Landsverk, ikki minst við atliti at starvsfólkunum. Heðin Mortensen, Landsstýrismaður Gerhard Lognberg 10.01.2019 (13:54) Bókin hjá Sjúrður Skaale? Eg fekk bókina “Skerpikjøt” frá tveimum langabbasynum Julian og William. Henda var ímillum nógvar aðrar jólagávur eg fekk, oftast er tað bøkur. Eg byrjaði við hesi bókini, sum sjúrður sjálvur skrivar, so er bókin prøvokerandi. Tá eg kom til síðu 61 og 62 viðgjørdi Sjúrður meg nakað, tí føli eg meg, hava rætt til at viðmerkja. Disiplin og Trúvirði Tað setti seg í rangastrupan, tað at Sjúrður nevnir disiplin og trúvirði. Tað er ótrúligt sum summi eru framlig. Kom beinanvegin at hugsa um Sjúrð, sum embøtismann í Tinganesi. Nei Sjúrður, so lætt gloyma fólk ikki , har setti tú eld í, men sat fittur og helti vanga í nóg ár og lat onnur líða. Kannar tú ikki áðrenn Tú sigur, ímillum annað, at grundin til at eg varð koyrdur úr flokkinum var, at eg ofta atkvøddi ímóti flokkinum, hetta er hálvur sannleiki. Tað vóru onnur í flokkinum, sum atkvøddu ímóti, helst líka nógv sum eg.Eg plagdi at siga Jóanes Eidisgaard frá, um eg atkvøddi ímóti, men alt hatta er farið, eg føli meg ikki at hava nakrar óvinir í flokkinum ella í tinginum. Men nú tú, Sjúrður, rør aftur áftur. Smiðirnir til missálitið Hvør var hann? Jú, vit vóru tveir tingmen, sum atkvøddu ímóti misáliti á Kaj Leo Jóhannesen! Hví gjørdi eg tað, jú, Kaj Leo var kanppuliga blivin ein eldsál fyri Sandoyar Tunnilinum. Fyri tað næsta havi eg ongantíð kunna tolt hasi misálitini, tí sum regul eru tey hamrandi ótættvís. Hví kom misálit á Kaj Leo Holm Johannesen! Jú, Sjúrður Skaale kom spakuliga inn ígjøgnum bakdyrnar í løgtinginum í besta “Pipar og Salt”-stíli, helti vanga. Eg minnis at hann fór at tosa við Aksel. Hesin var ósikkur, hetta bleiv so evnið ígjøgnum dagin. Fólk vóru ikki heit fyri hesum, Sjúrður hann fekk sín vilja. Eg minnist at Sjúrður spurdi meg, hvat eg fór at avkvøða, eg segði honum, at eg fór at atkvøða ímóti. So helt hann, so hevði eg heldur farið suður, um eg var tú, men tað gjørdi eg ikki, mær dámar ikki at flýggja undar ábyrgd. Jú, soleiðis kláraði hetta vilsta barnið úr Tjóveldi at manipulera. Hann fór úr Tjóveldi, eg kundi eisini farið úr Javnaðarflokkinum, tað vildi eg ikki, tí tá hevði eg sviki veljararnar. Hvat er munurin Sjúrður. Feløgini kravdu Gerhard út, hetta havi eg hoyrt viðmerkjara sagt í miðlunum. Hetta er so ikki meira enn hálvur sannleiki Sjúrður. Eg minnist at eg kom inn til ein nevndarlim í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, í Skopun, hann sigur við meg at formaðurin í lokalfelagnum hevði verið á tveimum loynifundum við Aksle og starvsnevndina fyri at felagini skuldu gera tað skitna afbeiði. Helst var tú ein av spunasmiðunum, tí tað dugdi tú til fulnar, sum emætismaður. Síðan skuldi ein triðji fundur verða í grannabygdini, eisini hemmiligur fyri mær. Men tað beliv ikki, eg bleiv stuðlaður fult út í Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, og tað eri eg takksamur fyri. Losjumafian stóð aftanfyri Sjúrða Skaale, tað var har kamparnir vóru. Eg skilti ongantíð hasi fólkini, og tey ikki meg. Eg kann enn vakna í dreym við marruni og halda meg vera í Losjuni, ein ring tíð. Tað vóru nøkur fá, sum møttu har, Sverri Midjord, sáli, plagdi at siga við meg, hald teg vekk frá Losjuni! Jú, Losjufólkini stemmaður meg út So sigur Sjúrður, at tað var neyðugt fyri disiplisinssøk. Hevur nakar hoyrt so galið. Tað hevur verið morð í Javnaðarflokkinum síðan vit báðir heilsaðust uttan fyri Losjuna. Tú helt, Gerhard hetta var ikki gott. Jú Sjúrður, tað var gott Sjúrður sigur at Gerhard mátti út. Sjálvsagt mistu vit nakrar stemmur, men fólk skiltu væl støðuna hjá Javnaðarflokkinum, tað sigur tjóveldisavhopparin, sum fekk fríðarskjól í einum, meira vinarligum, flokki, har tolsemi er í hásæti! Stórsta kupp fyri Suðurøkið var, at eg, Gerhard Lognberg, bleiv koyrdur úr flokkinum. Øll vistu hví eg bleiv koyrdur út, grundin var Sandoyar Tunnilin..... Sum Javnarðarflokkurin, eisini Tjóðveldi, vóru hart ímóti. Síðan tey etisku málini, har eg var mangan mælskur og ikki at gloyma arbeiðararørsluna, sum eg førdi fram. Eg varð koyrdur úr flokkinum 2. november 2013. Longu ein mánað seinni kallaði táverandi løgmaður til fundar úti í fíggjamálaráðnum, evnið var Sandoyar Tunnilin. Longu 1. februar í 2014 skrivaðu flokkarnir á tingi undir avtalu um tunnilin, tá var Javnaðarflokkurin við, teir royndu at fáa stemmurnar aftur úr Sandoynni. Teir, sum skrivaðu undir vóru: Kaj Leo, Sambandsflokkurin Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin Jenis av Rana, Miðflokkurin Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin Gerhard Lognberg, uttanflokka Annars legði eg sjálvur uppskot fyri tingið, at gera Sandoyar Tunnilin, eg mátti úr Løgtinginum, at skaffa mær hjálp til nevnda uppskot og mátti gjalda tað úr egnum lumma. Tað var framlagt 23. august í 2007. Tá eg læs síðu 38 mundi eg dottið um rygg. Sjúrður Skaale tosar um, at Sambandsflokkurin royndi at súgva 200 milliónur afturat úr Danska Landskassanum Góði Sjúrður Tú má hava etið pappseym. Eingin hevur sæð meira enn føturnar á tær, sum tú hevur ligið og kraddað úr Danska Landskassanum, til tær ríkastu kommunurnar í Føroyum, tað mátti ikki sømt seg hjá einum Tjóðveldis-avhoppara. Annars hoyrdi eg Sjúrð siga einaferð, at ein skúlaflokkur hevði eggja honum at stilla upp fyri Tjóveldi. Í bókini sigur tú, at ein sambandsmaður úr Nolsoy lokkaði teg, at stilla upp til Fólkatingið. Sjúrður, hvør hevur so lokka teg at kradda pengar úr Danmark, til tær stóru ríku kommunurnar í Føroyum. Hetta er øvugtur “Robin Hood politikkur” av einum javnaðarmanni. Góði Sjúrður, eg eri ordiliga stoltur, at tú tímur at skriva um meg, eg veit at vit báðir eru væl, men ikki bara skriva bøkur fyri at skaffa stemmur til Javnaðarflokkin, tað skal eisini vera sannleiki. Ella endar tú sum Aksel, flest fólk grótu tá hesum helt nýggjársrøðuna, og tosaði um um næstakærleika, tolsemi og at síggja frameftir. Men áðrenn flestasteikin var sornað, var tann næsti vargurin avtikin í Javnaðarflokkinum. Annars eitt av Harranum signað nýttár til tín og tína familju. Heilsan. Gerhard Lognberg, fyrrverandi javnaðartingmaður Pætur Hjalmar Evensson 10.01.2019 (14:00) Bústaðarloysn í Tórshavn, miðstaðarøkinum Tørvur er á at skipa og stýra bústaðarbyggingini í høvuðsstaðnum betri og meira málrættað. Fleiri privat-vinnuligir íleggjarar og fíggingarstovnar mugu koma framat og sleppa at byggja undir somu kappingartreytum, sum eitt nú almenna felagið Bústaðir. Sambandsflokkurin hevur eitt boð uppá tær loysnir, sum kunnu gera mun og seta meira ferð á bústaðarbyggingina. Tað verður avgerandi neyðugt at savna saman og brúka allar hóskandi skipanir og royndir frá bústaðarbygging - eisini royndir úr útlandinum Strategiskar avbjóðingar Tað er nakrar serligar strategiskar avbjóðingar á bústaðarøkinum, eitt nú fólkavøkstur, broyttur bústaðartørvur og fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat sær út til, at tað almenna stendur fyri størsta partinum av íbúðarbygging í Tórshavn - sum heild kundi eitt býtið heldur verið 1/3 alment og 2/3 privat byggjarí. Tørvur er á umleið 600 íbúðum í miðstaðarøkinum. Tað eru møguliga einar 9 mia. kr. í uppsparing ella tøkum peningi í ymiskum grunnum og stovnum í samfelagnum - ein kapitalur, sum stendur meira og minni óvirkin og kemur ikki til gagns fyri samfelagið. Mál og strategi Málið á bústaðarmarknaðinum má vera ein bygnaður og fyriskipan, sum kann tryggja m.a. fylgjandi: · Greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum alment og privat byggi- og útleigu­virksemi · Býtið millum alment og privat byggjarí er í einari hóskandi javnvág · Samstarv og samskipan millum myndugleikar, vinnuna og ymsar áhugabólkar · Neyðug fígging og kapitalur til byggiverkætlanir · Vinnuligu aktørarnir sleppa framat og kunnu virka effektivt í valdu skipanini og eru líkastillaðir við tað almenna · Breitt útboð av bústøðum, sum svarar til eftirspurningin hjá ymsu málbólkunum · Bílig og dygdargóð bygging · Politiskar langtíðarætlanir fyri útstykkingar og byggiverkætlanir Við verandi gongd í byggivirkseminum og avmarkingum á arbeiðsmarknaðinum, so vil tað taka eini 10 ár áðrenn ein nøktandi javnvág verður á bústaðarmarknaðinum í Tórshavn, bæði tá talan er um tal á bústøðum og eitt útboð, sum dekkar tørvin breitt hjá ymsu málbólkunum. Skiljast má millum loysnir uppá stutt sikt, sum kunnu fáa ein skjótan virkna viðvíkjandi tí meira akuttu bústaðarneyðini, og síðan loysnir, sum mugu koma upp á millumlangt sikt 5 ár og longri sikt 10 ár. Ymiskir aktørar og teirra leiklutir Hesir aktørar eru, tá talan er um bústaðapolitikk og bygging: Land, kommunur, íleggjarar, fíggingarstovnar og grunnar, vinnan og brúkarar. Pensjónsfeløg, tryggingarfeløg og vinnuligir bankar og grunnar (eisini, sum tað almenna eigur í) flóta yvir av avlopsgjaldføri, sum verður plaserað í útlandinum. Eitt av tí stóra samtakinum, sum kundi veri við til bústaðarfígging hevur nýliga boðað frá, at teir trekkja seg úr íløgum saman við øðrum á bústaðarmarknaðinum. Men tað eigur ikki at góðtakast. Fyri føroyska samfelagið og føroyingar, sum eru kjarnukundarnir, er hesin kapitalur deyður ella óvirkin kapitalur, sum onki samfelagsgagn gerð, hóast, at hesir stovnar m.a. eiga at liva upp til meginreglurnar innan Corporate Social Responsibility - hetta at virka til fyrimuns fyri tað samfelag, sum fyritøkan er partur av og virkar í. Land og kommunur eiga ikki at byggja, reka og leiga út bústaðir - hetta eigur privati marknaðurin at taka sær av. Tað almenna skal skapa neyðugu karmarnar. Bústaðir eigur tí meira at nøkta tann bráðfeingistørv, sum er íkomin. Øll bygging skal gerast eftir tí tørvi, sum teir ymsu brúkarnar hava, og tí skal brúkarin altíð inndragast so ella so. Loysn á bústaðartrupulleikunum Sambandsflokkurin vil við hesum vísa á nøkur innsatsøki, sum kunnu innganga í eina bústaðarloysn: Bygging · Býlisskrá má gerast, so vit fáa nøkur greið hagtøl um bústaðartørvin at planleggja og taka avgerðir út frá · Fjølbroytt úrval av bústøðum - eftir brúkaratørvi o.a. · Elementbygging - standardloysnir og til lægri prís · Privata byggivinnan má koma meira við fyri at nøkta allan tørvin á bygging · Leigulógin eigur at endurskoðast, m.a. við atliti til, at heilsuskaðiligir bústaðir ikki mugu útleigast, heimild til leigunevndina at regulera órímiliga húsaleigu o.a. · Bústaðarfeløg kundu fingið heimild til alternativa bústaðarbygging, t.d. integrearaðar leigubústaðir og vardir bústaðir við felagsfacilitetum, har privat kundu gjørt íløgurnar og tað almenna kundi rindað part av rakstrinum · Íbúðarískoyti til fólk við láginntøkum, herundir einligar mammur og pápar, lesandi o.o. Størri útboð ella fleiri íbúðir geva møguleika fyri lægri prísum til at útvega sær ein bústað. Kapitalur og fígging · Bústaðarfígging eigur at verða víðkað við alternativum fíggingarmøguleikum, sum t.d. ein almennur Bústaðarbanki · Almennir grunnar og stovnar, umframt privatir fíggingarstovnar og tryggingarfeløg, eiga at vera við til at útvega kapital og fígging · Selja og keypa lánsbrøv - trygd í ognum · Private-Public Partnership, PPP - íleggjarar og fíggingarleistur Møguleikarnir eru óteljandi, um vilji og handling er til staðar. Tað er væl ein mannarættur og ein hornasteinur í einum vælferðarsamfelag at hava egnan bústað - og tí eiga bústaðarmál ikki at gerast ein partapolitisk kastibløka. Johan Dahl Eyðun á Borg 10.01.2019 (15:26) Skerjið m.a. dansktímarnar! Hugstoyttur av læraraformanninum FÆRRI SKÚLATÍMAR OG -DAGAR: Frálíkt, at arbeitt verður við hesum. Vónandi verður tað veruleiki sum skjótast! OV NÓGVIR DANSKTÍMAR: Danskt hevur alt ov stórt rásarúm í Føroyum, bæði í talumálinum, sum ofta er hálvdanskt, í tímatalinum í fólkaskúlanum og í tí ræðandi nógva danska undirvísingartilfarinum í miðnámsskúlunum! Ja, sjálvt í fólkaskúlanum verður danskt tilfar nýtt í vissum førum! FORMAÐURIN: Harmiligt og ófatiligt at síggja lærarafelagsformannin ávara ímóti skerjing av donskum og at hann væntar, at danskt bert verður ein viðfáningur í Føroyum. Eru vit ikki komin longri í 2019? Hatta er sum at hoyra eina rødd úr farnum øldum! DANSKT: Tað er hent at duga danskt, men máti skal vera við. Danskt hevur framvegis ov stórt rásarúm í Føroya skúla. Lutfallið millum føroyskt og danskt á t.d. miðdeild fólkaskúlans er framvegis ikki nóg gott. Í 7. flokki eru t.d. 5 føroysktímar, 4 dansktímar og 4 ensktímar. Tíðin er farin frá, at danskt skal hava næstan móðurmálsstøðu í Føroyum. Vit mugu avgjørt hava føroyskt undirvísingartilfar til okkara danskundirvísing. Ofta fáast vit við at læra tað sama í føroyskum og donskum. Tað er ikki neyðugt. Tað er alneyðugt at føroyska tað danska undirvísingartilfarið í miðnámsskúlunum! E.S.: Danskt verður ongantíð ein viðfáningur í Føroyum! E.E.S.: Latið okkum endiliga fáa ein sangtíma (felagssang) inn í tímatalvuna! Við skúlabroytingarkvøðu Eyðun á Borg (gamal dansklærari) Bogi Andreasen 11.01.2019 (08:32) Heldur ófiskaðar kvotur, enn at Havnin fær tær Fyri just tveimum árum síðan var stórfingin móttøka av uppsjóvarskipinum Hoyvík á Vestaru Bryggju. Frøin var stór, tí hetta var fyrsta uppsjóvarskip í Havn, síðan Krúnborg varð seld í 2006. Almenna útlutanin av kvotum hevur gjørt, at høvuðsstaðurin hevur havt sera trupult at fóta sær í hesi vinnu, og tí fegnaðust øll um, at vit høvdu fólk og feløg, sum kortini tordu at taka við avbjóðingum. At skapa nýggj arbeiðspláss og inntøkur til samfelagið er treytin fyri, at vit klára at fylla ásettar karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini til tess at draga okkara vælútbúnu fólk heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trívast í landinum. Spenningurin var tí eisini stórur, tá menningarkvotur skuldu útlutast fyri 2018. Við nærum helmingi av fólkatalinum, tøkum skipum og kvalifiseraðum fyritøkum, so varð mett sjálvsagt, at høvuðsstaðarøkið fekk sín lut, serliga tá hugsað verður um, at almenna útlutanin nógvu seinastu árini ikki hevur verið høvuðsstaðnum til fyrimunar. Men hóast høvuðsstaðurin lýkur allar treytir fyri menningarkvotur fekk hvørki Havnin ella Hoyvík nakað burturúr útlutanini. Vit kenna ongar haldbærar grundgevingar fyri, hví høvuðsstaðurin enn einaferð í eini almennari útlutan av fiskirættindum er við sviðusoð. Mest hugstoytt er tó, at nú árið er runnið, so er fiskur fyri hundraðtals miljónir ófiskaður. Minni enn eitt prosent av svartkjaftinum er fiskað og túsundtals tons av sild og makreli eru heldur ikki fiskað. Sambært KVF eru bert 380 tons av 42.000 tons av svartkjakfti, sild og makreli fiskað. Er tað soleiðis at skilja, at landsins myndugleikar halda tað vera betur, at virði fyri hundraðtals miljónir liggja ófiskað, heldur enn at lata ein part til høvuðsstaðarøkið? Um tað er so, at adressan hjá umsøkjarunum er skeiv, ella at skip ella persónar, heimahoyrandi í Havn, frammanundan eru avskorin frá at troyta okkara tilfeingi, so hava vit ein stóran politiskan og fíggjarligan trupulleika, sum má takast til viðgerðar. Eftir stendur, at við einum veti av vælvild, so kundu skip úr høvuðsstaðnum havt fiskað ein part av hesum tíggjutúsundtals tonsunum, sum nú liggja ófiskað. Men eftir øllum at døma er adressan skeiv sambært sitandi landsstýrissamgongu. Bogi Andreasen Formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Býráð Annita á Fríðriksmørk 11.01.2019 (15:22) Tað er ikki gott Vit hava havt nógv skilafólk til formenn í Búskaparráðnum: Sverri Hansen, Thomas Dam, Jørn Astrup, Johnny í Grótinum, Hermann Oskarsson, Bjarni Olsen (og nokk onkran annan, sum eg ikki komi í tankar um). Og nú er so ein nýggjur, sum eitur Djóni Højgaard. Sum formenn í búskaparráðnum, umboða hesir sín fakliga førleika sum búskaparfrøðingar. Men vit vita eisini væl, at hesir hava havt ymisk sjónarmið til politikk og til politiskar flokkar. Onkran kanst tú sikkurt plasera sum tjóðveldismann, onkran annan sum sambandsmann, fólkafloksmann, javnaðarmann osfr. Landið er so mikið lítið, at tað ber ikki til, ikki at vita á leið, hvar so væl lærd og framstandandi fólk standa politiskt. Og friður verið við tí. Men tað sum harmar meg, er tá ið eg síggi at m.a. Helgi Abrahamsen, bjóðar nýggja formanninum vælkomnum í formanssessin við at skjóta hansara fakliga førleika niður, áðrenn hann hevur fingið fótin fyri seg sum formaður. Havi júst verið til sokallað Seturskjak í Sjóvinnuhúsinum, har evnið m.a. var Fakenews. Heimkomin síggi eg, at Helgi hevur lagt eina mynd út á facebook av nýsetta formanninum, har hesin sum blaðungur heldur einum skelti við áskriftinum “Eg mótmæli hækkan av blokkinum”. Boðskapurin er týðiligur: Formaðurin kann ikki brúkast, tí hann einaferð helt tað verða skeivt at hækka blokkin. Ein trupulleiki við at fakenews ofta ikki verður rættað, er m.a., at tey, sum hava eina fakliga vitan ofta lata verða við at siga sína meining, tí tey verða skotin niður og sett í bás, um tey ditta sær at taka lut í einum politiskum kjaki. Tá ið so enntá næstformaður fyri ein av teimum størstu flokkunum gongur á odda við slíkari niðurgering av fakfólki, so hevur fakenews frítt spæl. Fakfólk, sum kunnu koma við fakligum íkasti til kjakið, lata jú bara vera við at úttala seg, av ótta fyri at verða sett í bás politiskt. Hesaferð av einum politiskum næstformanni. Tað er ikki gott! Miðnám í Vestmanna 16.01.2019 (10:04) Skúli og skúlastjóri í 30 ár Miðnámsskúlin í Vestmanna, sum fyrr kallaðist Fiskivinnuskúlin, hevur nú rundað 30 ár. Manglandi næmingabústaðir og eitt ónýtiligt busssamband til Kollafjørð og bygdirnar norðanfyri, eru í løtuni størsta forðingin fyri menning av skúlanum. Jákup Andreasen hevur verið skúlastjóri frá byrjan, og varð settur stjóri á nýstovnaða skúlanum tann 13. januar 1989. Tískil hava bæði skúli og skúlastjóri 30 ár á baki. Beinanvegin varð farið undir at fyrireika nýggju útbúgvingina, sum serliga varð ætlað leiðandi starvsfólkum innan fiskavirking og aling. Teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á skúlanum í september 1989. Flestu teirra, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni. Bara heilt fá fóru undir víðari útbúgving. Um 450 fólk hava tikið prógv av skúlanum síðan 1990, og nógv tey flestu hava tikið 3 ára HIF-prógv (hægri prógv innan fiskivinnu). Hesi síggjast aftur í vinnuni. Fleiri teirra eru í størvum, sum skúlin upprunaliga varð ætlaður til, meðan onnur eru farin heilt aðrar vegir. Ungdómarnir, sum nú ganga á skúlanum, taka eina gymnasiala útbúgving, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari. Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á gymnasialu tilfeingisbreytini, sum er tann einasta tilfeingisbreytin í landinum. Á hesi breytini er alt føroyskt náttúrutilfeingi í miðdeplinum. Teir seinastu næmingarnir, sum gingu eftir gomlu skipanini, tóku prógv á sumri 2015. Eftir hetta hóskaði gamla navnið á skúlanum ikki til innihaldið í útbúgvingini, og í 2017 varð navnið á skúlanum broytt til Miðnám í Vestmanna. Skúlin er eisini farin undir at útbúgva starvsfólk til ferðavinnuna, nú talið av ferðafólki er skjótt vaksandi. Síðsta vetur skipaði skúlin fyri ferðaleiðaraskeiði, og 19 nýggir ferðaleiðarar fingu prógv síðsta summar. Væntandi verður eitt ferðaleiðaraskeið boðið út aftur nú í summar. Arbeitt verður eisini við at fyrireika eina nýggja ferðavinnuútbúgving, men enn er ikki greitt, um nýggja útbúgvingin verður klár at bjóða út longu í summar. Jákup Andreasen skúlastjóri sigur, at hóast 30 ár kann tykjast long tíð í sama starvi, so hava hesi árini verið avbera spennandi, tí nógvar broytingar eru gjørdar bæði í innihaldi og í útbúgvingarskipanini. Eisini hevur stásiligi skúlabygningurin frá 2009 bøtt munandi um arbeiðsumstøðurnar. Umframt skeið til ali- og matvøruvinnuna, sum fingu góða undirtøku, bjóðaði skúlin út yrkisútbúgvingar til landbúnaðin, fiskavirkisvinnuna, alivinnuna og innan fiskireiðskap fyri nøkrum árum síðan. Hesar útbúgvingar fingu tó ongantíð nakra serliga undirtøku. Starv.fo 21.01.19 Søkt verður eftir avloysara til B8 LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til B8 í skiftandi vaktum til setan 01.03.2019 til 31.08.2019 Talan er um eitt avloysarastarv á starvsbrøki 0,7 B8 er ein medisinsk deild, ið tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 12 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar sum deildin. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan hesar sergreinar: Kardiologi og Lungamedisin Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina Vit leggja dent á Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur fakligar royndir innan sergreinarnar góð tvørfaklig samstarvsevni góðan telduførleika vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin. Vit kunnu bjóða innleiðslu og upplæring eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar jaligt tvørfakligt samstarv Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum. Nærri fæst at vita hjá Katrin á Lakjuni, deildarleiðara á B8, tlf. 304500, lokal 6068, lskatla@ls.fo ella hjá Heidi Bech, varaleiðara, lokal 6008, lsheibe@ls.fo Umsóknarfreistin er 25. januar 2019 Søk starvið her Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu. Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um stovnin”. Læknaskrivari ella heilsuskrivari til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Psykiatriski depilin tørvar læknaskrivara í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum til setan 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er ein ambulant eind á Psykiatriska deplinum, sum arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. 16 starvsfólk eru knýtt at eindini, sum er samansett av serlæknum í barna- og ungdómspsykiatri, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, lækna og skrivara. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við og at gera útgreiningar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar. Psykiatriski depilin arbeiðir við einari samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga. Arbeiðsuppgávurnar hjá læknaskrivara umfata m.a. móttøku, samskipan í mun til innkalling, fyrisita kalendarar, skriva journal, skráseta, skanna skjøl, bíleggja blóðroyndir, senda umsóknir um heilivágstilskot, innheinta upplýsingar, endurnýggja reseptir og avgreiða post. Dentur verður lagdur á Útbúgving sum læknaskrivari ella heilsuskrivari Fleksibilitet og áhuga í interprofessionellum samstarvi, hetta í mun til at optimera sjúklingagongdinar Initiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis Góðan telduførleika Góðar samskiftis- og samstarvsførleikar, verða tænastusinnað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar At tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi Royndir sum læknaskrivari ella heilsuskrivari Vit kunnu bjóða tær Eitt áhugavert arbeiðsøki í einum vælvirkandi toymi við góðum starvsfeløgum. Góða innleiðslu og upplæring Interprofessionelt samstarv við borgaran, aðrar fakbólkar og tvørturum geirar Góðar møguleika fyri fakligari menning Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Beintu Danielsen á tlf. 304740 ella lsbeida@ls.fo Umsóknarfreistin er 25. januar 2019 Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu. Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. Læknaskrivari ella móttøkufólk til Skurðdepilin LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara til fast starv á brøk 1,0 ella móttøkufólk í tíðaravmarkað starv á brøk 0,6 til Skurðdepilin. Læknaskrivararnir á Skurðdeplinum arbeiða í 5 toymum, sum fevna um parenkymkirurgi, gynekologi, ortopedkirurgi, umframt eygna- og oyrnadeild. Harafturat er Skaðastovan/Akutta móttøkan ein partur av okkara arbeiðsøki. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um vanligar læknaskrivarauppgávur, samskiftið við sjúklingar, svara telefon og teldupostum umframt samskipan av virkseminum. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word. Dentur verður lagdur á, at tú Hevur útbúgving sum læknaskrivari, móttøkufólk, skrivstovufólk ella líknandi. Arbeiðir á skipaðan hátt, hevur gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rætis Hevur góð samstarvsevni, ert tænastuhugað/ur og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur Hevur góðan málsligan førleika Hevur góðan telduførleika Um eingin læknaskrivari søkir, kann móttøkufólk setast í tíðaravmarkað starv, fyribils í 1 ár. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Útbúnir læknaskrivarar verða løntir í lønarflokki 4, meðan onnur verða lønt í lønarflokki 3. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til læknaskrivara, Juttu Linklett, tlf. 304500, lokal 6181, ella Poulu Reinert-Petersen, sjúkrarøktarfakligur depilsleiðari, tlf. 234730. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. januar 2019. Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu. Starvsfólk til reingerð á Landssjúkrahúsinum LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Til reingerðina í Tænastudeildini eru reingerðarstørv leys til setan 1. februar 2019 ella eftir avtalu. Talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum, dag og vikuskifti í reingerðini. Arbeiðsuppgávurnari verða á G4 og B6. Størvini umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring verður givin. Persónligir eginleikar ábyrgdarkensla fryntlig/ur og fyrikomandi tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð góð samstarvsevni góður røkjuskapur góð heilsa Setanartreytir Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan hjá avvarðandi yrkisfelagi. Upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við, at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella á telduposti: susanna.nolsoe@ls.fo Umsóknarfreistin er 29. januar 2019. Viðmæli e. L. skulu havast við til møguliga samrøðu. Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. Sjúkrarøktarfrøðingur til onkologiska ambulatorium LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi til onkologiska ambolatorium í fast starv frá 01.02.19 ella eftir avtalu á brøki 0,8 Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð, viðtalir og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru tilknýttir til onkologiska ambulatorium útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina Krøv til umsøkjaran prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur kliniskar royndir í medicinskari sjúkrarøkt fakligur áhugi innan økið góð tvørfaklig samstarvsevni prógv í medicinskari krabbameinsviðgerð góður telduførleiki vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini undirvísa og miðla vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin Vit kunnu bjóða innleiðslu og upplæring fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar positivt tvørfakligt samstarv eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum Eitt vikuskifti um mánaðin á seingjardeild B6 kann vera partur av arbeiðsætlanini. Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Evu M Holm, deildarleiðara á, tlf. 304500, lokal 6250. Umsóknarfreistin er 1. februar 2019. Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal viðkomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður. Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu. Sjúkrarøktarfrøðingar til summarfríðtíðarstørv á Landssjúkrahúsinum LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 1. juni til og við 31. august 2019. Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru kirurgiskar-, psykiatriskar- og medisinskar seingjadeildir hæmodialysu ambulatorium onkologi hjarta- og lungadeild B5, barna- og ungdómsdeild føðideild/neonatal intensiv kommunulæknaskipanin Førleikar tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella ert tú lesandi ágrýtin starvsfólk við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibiliteti fakligan áhuga innan økini evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar tað veri seg innanhýsis og uttanhýsis eitt opið og jaligt sinni góðan telduførleika Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja 304500 til depils- ella deildarleiðaran: Poula Reinert Petersen, Skurðdepilin, lokal 5102, poure@ls.fo Gunnvá Guttesen, Medisinski depilin, lokal 6102, gunnva.guttesen@ls.fo Eydna Lindenskov, Psykiatriski depilin, lokal 4102, eydna.lindenskov@ls.fo Jórun Højgaard, Bráðdepilin, lokal 5707, lsjonfo@ls.fo Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 15. februar 2019, vinarliga viðmerk hvørjar deildir tú hevur áhuga í. Summarfrítíðaravloysarar til Landssjúkrahúsið 2019 LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Søkt verður eftir starvsfólki til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 1. juni til og við 31. august 2019. Vit søkja eftir ljósmøðrum heilsurøktarum radiografum bioanalytikarum fysioterapeutum ergoterapeutum Føðsluatstøðingum til køkin Hjálparfólkið til køkin Hjálparfólk til vaskaríið fólk til reingerð arbeiðsfólk Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru ljósmøðratænastan heilsurøktarar til kirurgiskar-, psykiatriskar- og medisinskar seingjadeildir røntgendeildin rannsóknarstovan ergo- og fysioterapideildin køkurin vaskaríið reingerð arbeiðsfólk Førleikar ágrýtin starvsfólk við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibiliteti fakligan áhuga innan økini evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar tað veri seg innanhýsis og uttanhýsis eitt opið og jaligt sinni Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja 304500 til depils- ella deildarleiðaran Ann E. Østerø, Diagnostiski depilin, lokal 5601, lsannos@ls.fo Sigrid Christensen, leiðandi ljósmóðir, lokal 5303, lssigch@ls.fo Gudnu á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma, lokal 1260, gudna@ls.fo Herborg Joensen, Tænastudepilin, lokal 1190, herborg.joensen@ls.fo Heimir Ottosson, Tænastudepilin, lokal 1270, heimir.ottosson@ls.fo Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 15. februar 2019. Kokkar, bakari/konditari og uppvaskarar til M/S Norrönu P/F SMYRIL-LINE Við plássi fyri 1400 ferðandi og við trimum stórum matstovum umborð, hava vit úr at gera. Hevur tú eldhuga fyri at gera mat og kann tín gleði smitta av á tey rundan um teg? M/S Norröna søkir eftir 10 kokkum, 1 bakara/konditara og 2 uppvaskarum at starvast í skiftisskipan áljóðandi 4 vikur úti og 4 vikur heima. Tín vangamynd Tú hevur helst útbúgving sum kokkur, bakari ella konditari Tú hevur helst royndir við at starvast í einum køki og/ella einum bakaríi Hóast nógv er at gera, megnar tú: at borðreiða matin innbjóðandi, at umboða okkum, tá ið tú ert millum gestirnar og tryggja reinføri í øllum tínum gongdum Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi Tú er greið/ur yvir at, tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin, í kamar við einum starvsfelaga Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum Vit bjóða Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. Setanartreytir Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip. Starvssetan Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá seinast í mars til seinast í oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina. Freist at søkja Freistin at søkja er 4. februar 2019. Tú søkir størvini við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk ”kokkur”, ”bakari/konditari” ella ”uppvaskari” í evniteigin. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Hevur tú spurningar til størvini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jean Alex M. Midjord, leiðari í køkinum, á executivechef@norrona.fo. Um Smyril Line Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er ferðafólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna, harumframt fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og flutningsfyritøkuna OCD. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík, hevur yvirtikið Hotel Hafnia og er í holt við at byggja nýtt hotel á Oknarvegnum. Goymslulærlingur til Kemilux á Hjalla P/F KEMILUX INDUSTRI Kemilux hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, innan goymslu og logistik, at byrja skjótast gjørligt. Kemilux søkir eftir einum goymslulærlingi at byrja skjótast gjørligt. Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á goymsluni og skúlagongd. Arbeiðið fevnir um inn- og útgangandi vørur og annað fyrifallandi arbeiði. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfelagum. Vit vænta, at tú: ert arbeiðssamur/som ert røkin ert álítandi ert fyrikomandi ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt ert før/ur fyri at taka avgerðir hevur koyrikort Starvsviðurskifti: Lærutíðin er: 3 ár við FHS-prógvi 2 ár við HH-prógvi Starvsstaður er í goymsluni á Hjalla Umsókn og freist: Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi sunnudagin 03. februar 2019, og kunnu sendast til ah@kemilux.com. Tú fært nærri upplýsingar um læruplássið, við at venda tær til Andreas F. Hansen, á telefon 214345, ella á t-post ah@kemilux.com. Námsfrøðing til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík SUNDA KOMMUNA Hevur tú eitt brennandi ynski at arbeiða við børnum 0-3 ár? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík, við eini vøggustovu, eini barnagarðsstovu og eini frítíðarskúlastovu. Uttanfyri liggur helst besti garðu í heiminum. Ein garður, sum samstundis er hagi við eini á rennandi á mitt ígjøggnum. Fjøran liggur beint niðanfyri og elska vit at brúka hesar náttúruperlur í gerandisdegi okkara saman við børnunum. Á stovninum starvast í løtuni 5 námsfrøðingar og 5 hjálparfólk. ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum. Vit hava tó brúk fyri fólki í starvsfólkahópi okkara og leita tí eftir einum námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt. Tímatalið er 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Er hetta nakað fyri teg? Skunda tær og send eina umsókn áðrenn 31. januar 2019. Hevur tú spurningar, ring til Hervør, leiðara, á telefon 297255 ella Kristinu, varaleiðara, telefon 722435. Vit gleða okkum til at frætta frá tær! Dagstovnurin við Stórheygg Áarvegur 1 Hósvík storheygg@sunda.fo Námsfrøðingar til Miðstovnin í Realskúlanum TÓRSHAVNAR KOMMUNA Vit hava tørv á tveimum námsfrøðingum til okkara nýggja stovn. Ein námsfrøðing at arbeiða burturav á kreativa verkstaðnum og ein námsfrøðing at taka sær av økinum samskifti og samspæl. Hetta eru økir sum skulu byggjast upp saman við leiðsluni. Vit kunnu bjóða tær eitt sera spennandi starv, har tú kemur at hava stóra ávirkan á títt arbeiðslív. SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Talan er um føst størv við starvsbyrjan 15. februar 2019 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin kann verða 30, 35 ella 40 tímar um vikuna. MEIRA FÆST AT VITA Meria fæst at vita um størvini hjá Astu í Toft, stovnsleiðara, telefon 223776. UMSÓKN Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum verður at senda Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo Umsóknarfreistin er 1. februar 2019. Nýggjur tænaralærlingur til KOKS P/F GIST & VIST KOKS sóknast eftir einum tænaralærlingi at byrja, tá ið matstovan letur upp aftur í mars mánaða. Tænastan á KOKS er á einum høgum støði og vit miða altíð ímóti at veita gestum okkara eina nærverandi og fullkomna matuppliving. Sum tænaralærlingur á KOKS fært tú møguleika at læra nógv um vín og aðrar drykkir, og hvussu vit seta hesar drykkir saman við rættunum, vit borðreiða við. Á KOKS laga kokkarnir seg eftir tí, sum árstíðin býður okkum, og ger gamla matmentan leskiliga eftir øllum nútíðarkynstrum. Tað, sum eyðkennir KOKS, er tað einfalda, reina, feska og tað siðbundna. Áhugaði kunnu senda eina umsókn til koks@koks.fo Starvsfólk til nýggja dagstovnin Fríðriksgarður í miðbýnum Vilt tú vera við til at byggja okkara spildurnýggja stovn upp? TÓRSHAVNAR KOMMUNA Tórshavnar kommuna sóknast eftir starvsfólkum til nýggjan stovn í miðbýnum. Fyrst í mars mánaði letur Dagstovnurin Fríðriksgarður upp í miðbýnum, og í tí sambandi sóknast kommunan eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkum, ið ynskja at vera við til at byggja nýggja stovnin upp. SØKT VERÐUR EFTIR • fýra námsfrøðingum •tveimum hjálparfólkum Vit leita eftir starvsfólkum, ið brenna fyri at skapa ein góðan og tryggan gerandisdag fyri okkara yngstu borgarar. Starvsbyrjan verður 1. mars ella eftir nærri avtalu. Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. UM STOVNIN Nýggi stovnurin er staðsettur í Fríðrik Petersens gøtu í miðbýnum í Havn. Tað, at ganga í miðbýarstovni, setur serlig krøv til okkara starvsfólk um at draga miðbýin og nærumhvørvið hjá stovninum inn í gerandisdagin hjá børnunum. VIT KUNNU BJÓÐA Ein spennandi og kreativan gerandisdag, har tú sum starvsfólk sleppur at seta tíni fingramerki á gerandisdagin hjá børnunum á nýggja stovninum. Harafturat kunnu vit bjóða umsøkjarum ein arbeiðsdag, har tú sjálv/-ur avger títt tímatal. Størvini kunnu vera millum 20-40 tímar um vikuna. MEIRA FÆST AT VITA Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 282292. UMSÓKN Umsókn saman við lívsrensli verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. februar 2019. Viðmerk umsóknina „Fríðriksgarður“. Starvsfólk til reingerðartoymið umborð á M/S Norröna P/F SMYRIL-LINE Smyril Line eigur og rekur ferðamannaskipið M/S Norröna, sum siglir í fastari rutu í Norðuratlantshavinum. Við plássi fyri 1400 ferðandi hava vit úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk til okkara reingerðartoymið. Talan er um eitt fyribils tíðaravmarkað starv, við skiftandi túrum. Tú kemur at arbeiða longri túrar á 4 vikur umborð, stytri túrar- og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, sum merkir at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn í 4 vikur heima. Er tað tær vit leita eftir? Tú hevur helst royndir við reingerðararbeiði Tín jaligheit er smittandi á tey rundan um teg og er við til at seta dám á felagsskapin Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi og virðir at skapa góða tænastu til okkara ferðandi við at halda gestaøkir og kømur rein – og við at heilsa uppá og hjálpa okkara gestum Tú ert virkin og eftirsíggin, hóast nógv er at gera Tú er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum hvønn túrin, í kamar saman við einum starvsfelaga Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum Vit bjóða Eitt framsøkið arbeiðspláss har tú kemur at uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. Setanartreytir Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip. Starvssetan Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá síðst í mars til síðst í oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina. Freist at søkja Freistin at søkja er 1. februar 2019. Tú søkir við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk “Starvsfólk til reingerðartoymið” í evniteigin. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ronnie Davidsen og Rudolfo Castro, leiðarar í reingerðartoyminum á ahmanager@norrona.fo. Tænarar og barrvørar til Norrönu P/F SMYRIL-LINE Nú hevur tú møguleika at søkja starv sum tænari og barrvørur á barr- og matstovudeildini umborð á M/S Norröna, ið siglir í fastari rutu í Norðuratlantshavinum. Við pláss fyri 1400 ferðandi hava vit úr at gera í okkara gesta- og tænastutoymi. Tí tørvar okkum 10 dugnalig starvsfólk, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið bjóðar tænastu í heimsklassa til okkara ferðandi. Tú Ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera Trívist at arbeiða í einum toymi og hevur lætt við at koma í prát við onnur Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka. Tú fær møguleika at royna teg á ymiskum barr- og matstovudeildum umborð m.a. the Diner, Naust, Skybar og Norröna buffét. Saman við tínum starvsfeløgum, verður tú eisini við til at halda økini rein Hevur ein fyrimun, um tú hevur starvsroyndir sum tænari og/ella barrvørur Er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum í kamari við starvsfelaga, og at manningarskiftið vanliga er 4. hvørja viku Kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum Vit bjóða Eitt framsøkið arbeiðspláss har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. Setanartreytir Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip. Starvssetan Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá seinast í marts til seinast í oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina. Freist at søkja Freistin at søkja er 4. februar. 2019. Tú søkir við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk “Tænarar og barrvørar” í evniteigin. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í Sales & Service, Lasse K. B. Nielsen og Vincent Jensen, á ssm@norrona.fo. Námsfrøðingur til stovueindina á Brekku KLAKSVÍKAR KOMMUNA Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til nýggju stovueindina á Brekku, sum er undir leiðslu dagrøktarleiðarans. Nýggja stovueindin á Brekku 36 er opin, tá bráðfeingistørvur er á plássum. Nýggja stovueindin á Brekku 36 er opin, tá bráðfeingistørvur á plássum kemur fyri. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at: Hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum Vera við til at menna námsfrøðiliga tilboðið í samstarvi við roynd starvsfólk á eindini Skipa gerandisdagin við atliti til barnsins aldur og tørv Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum Vit ynskja, at tú: Hevur royndir innan dagstovnaøkið Kann arbeiða sjálvstøðugt Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva Hevur hug og áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast, trívast og mennast Setanarviðurskifti: Starvið er leyst at seta frá 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya pedagogfelag. Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Starvið er tíðaravmarkað til 1. august 2019. Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara á tlf. 22 57 19 Umsókn saman við prógvi og CV skulu sendast til dagrokt@klaksvik.fo Umsóknarfreistin er 25. Januar 2019 Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy MIÐNÁMSSKÚLIN Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. februar 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í lærugreinini Landafrøði Møguleiki er at søkja um fast starv næsta skúlaár. Setanar- og lønartreytir Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. januar 2019 kl. 12. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo Miðnámsskúlin í Suðuroy Fulltrúi til Mentamáladeildina TÓRSHAVNAR KOMMUNA Søkt verður eftir fulltrúa 1/2 tíð til áhugavert starv á mentamálaøkinum til at byrja 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu. Yvirskipaða visjónin fyri Tórshavnar kommunu er, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi, herundir: • at høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur. Her skal vera rúm fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, tí soleiðis verður gott hjá øllum at liva, búgva og virka • at høvuðsstaðurin er livandi við upplivingum og avbjóðingum, men eisini við tryggleika og nærleika • at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi • at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu Eyðkenni fyri Tórshavnar kommunu er ein virkin og fjølbroytt mentan. MENTAMÁLADEILDIN Mentamáladeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Deildin hevur um hendi menta-, skúla-, frítíðar- og ítróttarmál. Til deildina hoyra: fólkaskúlarnir, Musikkskúlin, Kvøldskúlin, Býarbókasavnið, Býarsavnið, Svimjihøllin, Ítróttaanlegg, Mentanarhølir í miðbýnum (Reinsaríið, Perlan, Aulan í Finsen og Garasjan), umframt heilsufrøðiskipanin og mentanarstuðulsmál. KOMMUNA BJÓÐAR Kommunan bjóðar eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og í toymi og hevur góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. NAKRAR AV HØVUÐSUPPGÁVUNUM ERU: • at fyrireika, málsviðgera og avgreiða mál hjá mentamálanevndini innan skúla, ítrótt, frítíð og mentan • at luttaka í og standa fyri verkætlanum á mentamálaøkinum, herundir stuðulsmál og annars gera útgreinandi arbeiði og eftirmetingar innan starvsøkið • at samskifta við samstarvsfelagar og umsøkjarar, sum virka á mentamálaøkinum FØRLEIKAKRØV Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving ella samsvarandi royndir og kunnleika til økið. Góður málsligur førleiki í føroyskum og kunnleiki til teldu á brúkarastigi eru týdningarmikil. Kunnleiki til fyrisitingarrætt er ein fyrimunur. PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR Umráðandi er, at umsøkjarin er áhugaður í mentamálaøkinum, er fyrikomandi og dugir væl at samskifta. Viðkomandi skal duga at leggja til rættis og kunna arbeiða væl saman í tvørfakligum toymi. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, t-post sigurd@torshavn.fo ella tel. 302196. UMSÓKN Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 12. februar 2019 kl. 12.00 á t-posti: torshavn@torshavn.fo Starv hjá Bústøðum STARV SUM FÍGGJARFÓLK TIL TEKNISKU DEILD HÚSALÁNSGRUNNURIN Bústaðir hevur í dag 262 leigubústaðir, og fleiri enn 400 aðrir eru annaðhvørt í gerð ella ávegis. Okkum tørvar ein starvsfelaga at arbeiða við skráseting og uppfylging av verkætlanum. Við so nógvum leigubústøðum í rakstri og enn fleiri í gerð ella ávegis verður ein týðandi uppgáva hjá nýggja starvsfelaganum at hava gott og neyvt eftirlit við okkara íbúðarognum og verkætlanum. Starvssetanin verður á Teknisku deild, men við markamóti og eisini uppgávum á Fíggjardeildini og Umsitingardeildini. UM TEG Vit sóknast eftir einum starvsfólki, sum hevur búskaparliga útbúgving á bachelorstøði. Vit vænta, at tú hevur royndir frá bókhaldi, fíggjarligum eftirliti og arbeiði við dátugrunnum. Tú skalt eisini hava royndir við og megna at gera útgreinandi arbeiði og at fáa til vega neyðugu upplýsingarnar til tað. Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi og álítandi, kanst arbeiða sjálvstøðugt, trívist við at hava nógvar ymiskar uppgávur, og at tú dugir væl at samstarva og samskifta. Tað er eitt krav, at tú hevur góðar KT-førleikar. VIT BJÓÐA TÆR Eitt spennandi starv í einum sera broytiligum umhvørvi, har tú fært nógvar ymiskar útgreiningar- og eftirlitsuppgávur. Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum í mars 2019. Løn sambært sáttmála. UMSÓKNARFREIST Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til bustadir@bustadir.fo, í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019. Væntandi verða setanarsamrøður í viku 5 ella 6. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Andras Róin, stjóra, á telefon 210609. Bústaðir eru alment bústaðafelag, ið byggir og umsitur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði viðurskifti eru á leigu- og lutaíbúðamarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at umvælingar- og fíggjarkarmar eru hóskandi. Hjá Bústøðum eru 21 starvsfólk. Sí meira um Bústaðir á heimasíðu okkara bustadir.fo. Verkætlanarsamskipari - Fróðskaparsetur Føroya FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Nýtt starv sum verkætlanarsamskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Um starvið Søkt verður eftir dugnaligum og vælútbúnum starvsfólki at standa á odda fyri menningini av nýggjari verkætlanareind á Setrinum, sum hevur til endamáls at samskipa og styrkja grundarlagið fyri inntøkufíggjaðum virksemi. Uppgávurnar snúgva seg m.a. um at: Fáa til vega uttanhýsis fígging til granskingarverkætlanir Menna samstarv við vinnulív, myndugleikar og granskingarstovnar Skipa karmar fyri nýskapandi virksemi og menning Samskipa eftirútbúgvingar- og skeiðsvirksemið hjá Setrinum Um teg Tað er ein treyt, at tú hevur 5 ára universitetsútbúgving og arbeiðsroyndir viðkomandi fyri starvið. Kunnleiki og royndir innan universitetsumsiting telur til fyrimuns. Vit vænta at tú: Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan bæði menning og fyrisiting Dugir væl at orða teg í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar Hevur góð samstarvsevnir, men dugir somuleiðis væl at arbeiða sjálvstøðugt Umsókn, freist og samband Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála. Umsókn, ævilýsing og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á tel. 292503 ella á SigurdJ@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​ Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Sjúkrarøktarfrøðingur til Handarastovu á Lágargarði TÓRSHAVNAR KOMMUNA Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran? So er tað tær, vit leita eftir til Handarustovu. Handarastova er búeind hjá 16 fólkum, sum hava demens. Á Handarustovu verður dentur lagdur á, at húsfólkini trívast og fáa eina fakliga og dygdargóða røkt. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. SØKT VERÐUR EFTIR: • einum sjúkrarøktarfrøðingi til starvsbrøk 0,8 og við setan frá 1. mars 2019 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti FØRLEIKAKRØV • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Áhuga at arbeiða við fólki sum hava demens • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Hug at arbeiða og samstarva tvørfakliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss • KT-førleika á brúkarastigi VIT BJÓÐA TÆR: • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag • eina góða innleiðslu • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna Handarastovu SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Handarustovu, telefon 226790, ella við telduposti til maid@torshavn.fo UMSÓKN Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Handarastovu“. Umsóknarfreistin er 6. februar 2019. Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan við Stórá RUNAVÍKAR KOMMUNA Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja so skjótt tilberð. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 87 frítíðarskúlabørn. • Størvini eru 25 t. um vikuna, við møguleika fyri at fáa fleiri tímar og verða sett á stovnin, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 - 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.00 • Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-21. • Um eingin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Vit ynskja at umsøkjarin: • Er áhugaður at arbeiða í einum funktiónsuppdeildum umhvørvi, við frítíðarnámsfrøði har aldursbólkurin er 6 - 9 ár • Er íðin, nærlagdur og álítandi • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir • Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum • Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi tilboðum til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi. Umsóknir og umsóknarfreist Søk á netinum á www.runavik.fo í seinasta lagi 25.01.2019. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sonju Olsen, leiðara á tlf 216630. Avloysari til goymsluna hjá Rúsdrekkasøluni á Hjalla RÚSDREKKASØLA LANDSINS Vit sóknast eftir einum starvsfólki til goymslu okkara á Hjalla í Tórshavn. Talan er um tímalønt starv. Arbeiðistíðin er millum kl. 8 og 16 gerandisdagar. Vit sóknast eftir einum jaligum, arbeiðssomum og sjálvstøðugum starvsfelaga, ið hevur hug og evni at arbeiða við kundum, og dugir væl at samstarva við starvsfelagar okkara á stovninum. Tað er ein treyt, at tann, ið settur verður, hevur koyrikort og telduførleikar. Løn er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Áhugað kunnu seta seg í samband við Martin Enok Jespersen, goymsluleiðara tlf. 340419, teldupostur martin@rusan.fo Deildarleiðari til Heimatænastuna Er tú tann vit sóknast eftir? TÓRSHAVNAR KOMMUNA Deildarleiðarastarv til Heimatænastuna í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja. Starvsbyrjan er sett til 1. mars 2019 ella eftir avtalu. VIT SÓKNAST EFTIR EINUM DUGNALIGUM OG ELDHUGAÐUM LEIÐARA Heilsu- og umsorganartænastan arbeiðir miðvíst við at samskipa eina betri, smidligari og samanhangandi tænastu til borgaran í Tórshavnar kommunu, og kemur tú sum deildarleiðari at seta tín dám á hetta arbeiðið. Arbeitt verður fram ímóti, at deildarleiðarin kemur at vara av sjúkrarøkt og umlætting i Heimatænastuni. UM OKKUM Vit eru eldhugaði starvsfólk, ið leita eftir rætta leiðaranum, ið kann leiða og støðugt menna okkum og okkara arbeiðspláss. Arbeiðsøki fevnir um at skipa og menna lógarásettu tænasturnar innan sjúkra- og heimarøkt til allar borgarar, og umlætting til heimabúgvandi fólkapensjónistar. Skipað og miðvís menning av tænastunum er ein týdningarmikil uppgáva, fyri leiðaran at lyfta, saman við hinum deildarleiðaranum og starvsfólkunum í Heimatænastuni. Vit hava eitt tætt samstarv við ymsu fakøkini, eitt nú við ergo- og fysioterpeutar og dagtilhaldini. Innan stutta tíð fara vit undir eina spennandi menningartilgongd, tá farið verður undir verkseting av talgildu heilsuskipaninin Cosmic. UM TEG • Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur bachelorstigi ella tilsvarandi • Tú brennur fyri leiðslu, hevur hollar leiðsluroyndir – gjarna útbúgving – og kanst vísa á dygdargott leiðsluavrik • Tú hevur minst 5 ára kliniskar starvsroyndir – gjarna innan heimasjúkrarøkt • Tú hevur eitt lætt lyndi, lítur frameftir og tekur stig til bøtandi átøk • Saman við starvsfólkunum setur tú mál fyri dygd og trygd, sum tryggjar eina haldgóða tænastu til borgaran • Tú hevur gott yvirlit, ert virkin, átaksfús og sinnað at fremja úrslit • Tú tekur ábyrgd av at leiða, skipa og samskipa sjúkrarøkt, fyribyrging og rehabilitering til borgaran Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran og hevur tætt samstarv við hinar deildarleiðararnar í Heilsu- og umsorganartænastuni. Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn! Umsøkjarin má tola møguligar broytingar í yrkisinnihaldi og vavi. LØN- OG SETANARTREYTIR Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Olsen, eindarleiðara, telefon 302000, ella á teldupost: maikeno@torshavn.fo Umsókn við lívsrensl (CV) saman við viðkomandi skjølum, skal sendast til: torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Deildarleiðari Heimatænastan“. Umsóknarfreistin er 31. januar 2019. Endurlýsing: Námsfrøðingur til Býlingshúsið undir Fjalli Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli eftir námsfrøðingi: TÓRSHAVNAR KOMMUNA • Námfrøðingur til barnagarðsstovu, 30 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað størv. VIT VÆNTA, AT TÚ: • er ágrýtin, aktivt luttakandi, intiativrík/-ur, nærverandi og tolin • hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri einstaka barninum og foreldrum teirra • kann arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsføðiligu uppgávurnar saman við okkum • vil samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum • virðir felagsskap, felagsanda og samanhald VIT BJÓÐA: • tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum • eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning • ein stovn í náttúruumhvørvi, har útilív, rørsla og túrar eru ein partur av gerandisdegnum • ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og faklig menning eru høgt raðfest SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovum og má tola broytingar. UMSÓKN Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 30. januar 2019, og viðmerkja „Umsókn til Býlingshúsið undir Fjalli“. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Annu Dalsgaard, stovnsleiðara á telefon 318525 ella 722212. Reingerðarfólk til Býlingshúsið á Norðasta Horni TÓRSHAVNAR KOMMUNA Vegna Býlingshúsið á Norðasta Horni verður søkt eftir reingerðarfólki til Býlingshúsið. Talan er um 10 tímar um vikuna við starvsbyrjan 1.februar 2019 ella eftir nærri avtalu. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður lønt sambært avvarðandi yrkisfelag. Umsókn skal sendast Tórshavnar kommunu torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um starvi við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 210906. Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Norðasta Horni TÓRSHAVNAR KOMMUNA Vegna Býlingshúsið á Norðasta Horni søkir Tórshavnar kommuna eftir einum námsfrøðingi. Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 32-35 tímar um vikuna. Starvið er ætlað at byrja 15. februar 2019 ella eftir nærri avtalu. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. VIT BJÓÐA Vit bjóða eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum VIT VÆNTA: • at tær dámar at vera úti • at tú gevur títt íkast til at brúka okkara náttúru og mentan sum námsfrøðiligt amboð • at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd • at tú leggur dent á samstarv og trivnað fyri øll SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, tlf. 210906. Ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/nordastahorn UMSÓKN Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 28. januar 2019. Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon á Boðanesheiminum TÓRSHAVNAR KOMMUNA Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er at veita umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt og annars at stuðla borgaranum soleiðis, at hann verður virkin og vakin alt lívið. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í tríggjar eindir. Í Heilsuhúsinum verða øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi heimatænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær eindir við umleið 110 búplássum hvør. Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna. SØKT VERÐUR EFTIR: einum sjúkrarøktarfrøðingi til starvsbrøk 0,8 frá 1. mars 2019 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum við vikuskiftisvaktum 3. hvørt vikuskifti. Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, 2 umlættingarplássum og 5 rehabiliteringsplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar. Vit á Strandarlon stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. FØRLEIKAKRØV • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur • Áhuga í at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning • KT-førleika á brúkarastigi VIT BJÓÐA TÆR: • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag • at menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman við Okkum • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni SETANARVIÐURSKIFTI Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo UMSÓKN Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“. Usóknarfreistin er 28. januar 2019. Maskinmeistari til Smyril Line P/F SMYRIL LINE (FAS) Smyril Line søkir eftir maskinmeistara at byrja uml. miðjan februar 2019. Tín vangamynd Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan og persónligum eginleikum, sum hóska til leiklutin. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá farmaskipi. Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv uttan avmarkingar: Reg III/3 as Chief Engineer Ella Reg. III/3 as 2nd Engineer Vit ynskja ein starvsfelaga sum arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og dugir væl at raðfesta. Tú skalt eisini duga væl at fáast við fólk. Vit bjóða Eitt spennandi starv í einum føroyskum reiðaríi í vøkstri, har ið tú fært stóra ábyrgd og fjøltáttaðar uppgávur. Harumframt kunnu vit bjóða eitt støðufast starv við fastari skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur heima. Starvið Tryggja í síni heild raksturin av maskinrúminum og tilhoyrandi økjum Standa fyri innkeypi Leggja arbeiðsætlan Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini Setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu Starvssetan og umsóknarfreist Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 05.02.2019. Tú søkir starvið við at senda teldupost til starv@smyrilline.fo, viðmerk ”Maskinsmeistari Smyril Line” Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, Maritimur Leiðari, á tlf 580500 ella teldupost johanavr@smyrilline.fo Bónus í Miðvági leitar eftir tveimum starvsfólkum P/F S.M.S Bónus í Miðvági, hevur tvey størv leys at søkja: 1 starv er 40 tímar um vikuna. 1 starv er uml. 33 tímar um vikuna. Starvið verður sett sum skjótast. Løn sambært S&K. Vilt tú hoyra nærri, kanst tú ringja á tlf. 341980 og spyrja eftir Mariu Hansen, leiðara í Bónus. Umsóknir skulu sendast til Mariu Hansen á mh@bonus.fo Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy MIÐNÁMSSKÚLIN Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. mars 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Dekoratión, Kunningartøkni-C. Miðlakunnleiki og Innovatión C og B. Ikki er neyðugt, at tann, ið søkir kann átaka sær at undirvísa í øllum trimum lærugreinunum. Námsætlaninar kunnu lesast á: Dekoratión http://www.namsaetlanir.net/node/174 Kunningartøkni C http://www.namsaetlanir.net/node/159 Miðlakunnleiki C http://www.namsaetlanir.net/node/158 Innovatión C http://www.namsaetlanir.net/node/88 Innovatón B http://www.namsaetlanir.net/node/87 Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi, er tað møguligt at søkja tímalærarastørvini av nýggjum til komandi skúlaár. Setanar- og lønartreytir Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið ella annað viðkomandi yrkisfelag. Umsókn Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. februar 2019. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo Miðnámsskúlin í Suðuroy 10 handverkarar til timburarbeiði hjá ArtiCon P/F ARTICON Vegna nógv økt virksemi søkja vit 10 handverkarar til timburarbeiði at byrja, skjótast gjørligt. Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag? Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum. Tó kann tú vænta at verða í Tórshavn ta fyrstu tíðina. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving sum handverkari hevur royndir frá timburarbeiði ert arbeiðssamur/-som ert røkin ert álítandi hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti Nútímans útgerð. Eina spennandi yrkisleið Persónliga og fakliga førleikamenning Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin er eftir nærri avtalu. Spurningar Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jógvan G. Müller, deildarleiðari, á tlf. 286141. Umsókn Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019. ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk. Múrarar til ArtiCon P/F ARTICON Vit hava eitt vælvirkandi múraratoymi, sum hevur tørv á ágrýtnum múrarum at byrja skjótast til ber. Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag. Tú kemur at starvast saman við góðum starvsfólki, sum ganga høgt uppí dygdina, at tað er eitt trygt arbeiðsumhvørvi, og at trivnaðurin skal vera góður. Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum. Vit vænta, at tú: hevur royndir innan múraraarbeiði er arbeiðssamur/-som er røkin er álítandi hevur góð samstarvsevnir er fleksibul og mobil/ur Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Severin Niclasen, Arbeiðsleiðari, á telefon 211412 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðari, telefon 286171. Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019. ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk. Arbeiðsleiðari til betongarbeiði hjá ArtiCon P/F ARTICON Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Nú hevur tú møguleikan! Vit sóknast eftir einum arbeiðsleiðara, ið gongur høgt uppí dygd og trygd og sum á ein natúrligan hátt skapar trivnað millum síni starvsfólk. Sum arbeiðsleiðari kemur tú millum annað at hava ábyrgd av at fylgja arbeiðsætlanini, tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum, og at neyðugu amboðini altíð eru tøk. Tú skal tryggja, at starvsfólkið hevur teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera sítt arbeiði. Vit vænta, at tú: dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda hevur royndir við betongarbeiði fer eftir at náa settar málsetningar ert álitisvekjandi og atkomulig/ur hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð. Tú hevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvi verður sett, skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vil tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Tom Silvurdal, framleiðsluleiðara, á telefon +298 216123. Umsóknin við lívsrensli skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019. Fólk til Húsavarðartænastuna SP/F HÚSAVARÐARTÆNASTAN Húsavarðartænastan søkir eftir einum fólki, ið hevur sveisisertifikat til tak folie. Byrja skjótast gjørligt. Ring 290029 Barista til Kaffihúsið SP/F 12.04.2009 Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymið og harvið hjálpa okkum við framhaldandi at vera yndisstaðið hjá nógvum kafé-gestum? Vit sóknast eftir fólki eldri enn 18 ár at arbeiða skiftandi vaktir bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum í tíðarrúminum 9:00-18:00 (9:00 til 21:00 í summarmánaðunum). Talan er um barista starv, har tú kemur at starvast við kassan, gera kaffi, umframt lættari matgerð. Vit vænta av tær, at tú trívist á einum dynamiskum arbeiðsplássi, dámar væl at møta nýggjum fólkum og mentanum, dugur væl at seta gestin í hásæti og er liðilig(ur) í mun til skiftandi arbeiðstíðir. Royndir innan øki er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at koma oman í Vágsbotn við einari umsókn, ella kann hon sendast á kaffihusid@kaffihusid.fo. Eru fyrispurningar, kanst tú venda tær til Sáru við at ringja 358787, ella í einum telduposti til omanfyrinevndu teldupostadressu. Søkt verður eftir avloysarum at byrja skjótast gjørligt SØRVÁGS KOMMUNA Søkt verður eftir vikarum, sum kunnu traðka til, tá tørvur er á tí. Vit eru ein stovnur við yvir 120 børnum og aldursbítið er frá vøggustovualdri til 10 ár. Vit vænta at tú: • Hevur eina jaliga menniskjafatan • Hevur góð samstarvsevni • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Er opin og erlig/-ur • Er virkisfús/-ur og er tolin • Dugir at síggja menningarmøguleikar • Trívist við einum arbeiðsdegi, har arbeitt verður millum fleiri starvsfólk og børn í ymiskum aldri Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Alvalon og Sýslan í Sørvágs kommunu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara á tlf 233240 Umsóknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til alvalon(at)sorvag.fo Til ber eisini, at senda umsóknina til: Dagstovnin Alvalon Kjóadalsvegur 2 380 Sørvágur Umsøknarfreist er: D. 25/1 2019 kl. 12.00 Blandimeistari til Hundsarabotn LANDSVERK Landsverk sóknast eftir blandimeistara til asfaltverkið í Hundsarabotni at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at framleiða asfalt við PLC-stýrdari útgerð, viðlíkahald av asfaltverkinum og koyra lessara í sambandi við framleiðsluna. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum maskinsmiður ella elektrikari. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssamur, fakliga dugnaligur og væl skipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi, sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast. Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur. Setanarviðurskifti Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Roknast má við nakað av forskotnari arbeiðstíð og úrtíðararbeiði ávís tíðarskeið. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2019. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Hans Paula Hansen, formann fyri asfaltframleiðsluna, á tlf. 221 223 ella hapha@lv.fo. Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini. Læknaskrivari KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS Søkt verður eftir læknaskrivara frá 1. mars 2019, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Umsøkjarar, ið hava hug at arbeiða niðursetta tíð eru eisini vælkomnir at senda umsókn. Førleikakrøv/persónligir eginleikar: • Útbúgving sum læknaskrivari • Góð samstarvsevni • Dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • Tænastusinnað/ur • Góður røkjuskapur • Kunnleiki til Cosmic er ein fyrimunur, tó ikki krav. Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðandi læknaskrivara, Magnu L. Joensen, teldupost magna@ks.fo. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 28. januar 2019. Síggj lýsing HER Handverkarar, serarbeiðarar ella arbeiðsfólk til uppsetan av smoltanleggum. AQUATEC SOLUTIONS A/S Søkt verður eftir dugnaligum, røskum og álítandi handverkarum, serarbeiðaranum ella arbeiðsfólkum til AKVA group Land Based – Føroyar, at byrja beinanvegin. Arbeiðsstaður tín kemur ta fyrstu tíðina at verða: á Fútakletti á Vágoynni ella norði á Strond í Haraldssundi (Klaksvík). Arbeiðið fevnir um uppsetan av smoltanleggum, har tú serliga kemur at arbeiða við plastrør skipanum (PE, PP, PVC og PVC Lím), glasfibur uppsetan eins og uppsetan av øðrum maskinlutum (filtrum, pumpum, blásarum v.m.). Tann, ið verður settur, skal helst hava viðkomandi royndir ella útbúgving í at arbeiða við omanfyri nevnda tilfari, harundir at sveisa PE, PP og/ella PVC. Harumframt skal tann setti helst hava royndir við at arbeiða eftir tekningum ella latt við at læra hettar. Tann, ið verður settur, skal kunna samskifta á føroyskum, donskum ella enskum. Løn eftir nærri avtalu. Um tú hevur spurningar til arbeiðið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Bárður Árnason á tlf 584840 ella á barnason@akvagroup.com Skrivlig umsókn skal sendast til barnason@akvagroup.com saman við CV og møguligum prógvum, ummælum v.m. www.akvagroup.com Leiðsluskrivari - Fróðskaparsetur Føroya FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Nýstovnað starv sum leiðsluskrivari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Um starvið Sum leiðsluskrivari fært tú møguleika fyri at arbeiða við sera fjølbrøyttum uppgávum á Setrinum í tøttum samarbeiði við leiðslu og starvsfólkum sum heild. Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja leiðsluskrivaranum verða: at virka sum skrivari hjá fyrisitingarstjóra og rektara luttaka á fundum sum skrivari, har Setrið hevur skrivaraábyrgd at samskipa fundarvirksemi og samskifti hjá leiðsluni uppfylging í samband við málsviðgerð innanhýsis at virka sum journalábyrgdari arbeiða saman við øðrum at orða/endurskoða mannagongdir fyri ymiskt virksemi á Setrinum at røkja aðrar vanligar skrivarauppgávur, so sum at taka ímóti gestum, svara telefon og í ávísan mun standa fyri rættlestri Um teg Vit ímynda okkum, at tann rætti persónurin til starvið hevur eina viðkomandi útbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir sum skrivari, einahelst leiðsluskrivari. Vit hava í væntu, at tú: Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan fyrisiting Hevur góðan kunnleika innan journalarbeiði Hevur góðar telduførleikar (serliga í mun til Microsoft Office-forrit) Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt Umsókn, freist og samband Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála. Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​ KST-samskipari – Fróðskaparsetur Føroya FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Starv sum KST-samskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Um starvið Talan er um eitt spennandi starv sum samskipari innan kunningar- og samskiftistøkni (ICT). Á Fróðskaparsetri Føroya verður arbeitt miðvíst við at økja vitanina um, hvussu talgild tøkni og miðlar kunnu gerast sjálvsagdir partar av tíðarhóskandi undirvísing/læring og gransking. Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja KST-samskiparanum verða: Ábyrgd av talgildum læru- og próvtøkupallum, t.d. Moodle, CD-Orð og WISEflow Skipa fyri internum skeiðum Ráðgeva starvsfólkum og leiðslu um nýtslu av talgildum amboðum, t.d. innan fjarlestur Ganga undan og vísa og nýggjar/innovativar hættir at taka talgilda tøkni í nýtslu Um teg Vit ímynda okkum, at tann rætti/a til starvið hevur eina viðkomandi universitetsútbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir innan KST. Vit hava í væntu, at tú: Hevur áhuga og áræði alsamt at halda teg væl kunnaða/n um nýggjastu tøknina innan undirvísing og læring Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt Umsókn, freist og samband Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála. Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á tel. 292503 ella SigurdJ@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​ HR-samskipari – Fróðskaparsetur Føroya FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Nýstovnað starv sum HR-samskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Um starvið Ábyrgdarøkið hjá nýggja HR-samskiparanum verður breitt, men tað fevnir í stuttum um at skapa karmar, soleiðis at starvsfólk trívast, kenna sín leiklut, eru motiverað og mennast í samsvari við aðalmál Setursins. Tú verður við til tryggja, at arbeiðsuppgávurnar verða bornar effektivt og smidliga á mál. Hetta umfatar m.a. at: Samskipa og ráðgeva í sambandi við starvsetanir og starvsfólkamál Vera við til at fremja trivnaðarkanningar og arbeiða við úrslitunum Saman við øðrum skipa fyri internum skeiðum og tiltøkum Í ávísan mun avgreiða journaluppgávur í samband við starvsfólkamál o.t. Arbeiða við ymiskum HR-fyrisitingarligum uppgávum, t.d. starvsfólkahándbók og mannagongdum Ráðgeva leiðarum og starvsfólkum Um teg Vit ímynda okkum, at tann rætti/a til starvið hevur eina viðkomandi universitetsútbúgving og hevur hollar arbeiðsroyndir innan HR. Vit hava í væntu, at tú: Hevur áhuga og áræði at arbeiða við uppgávum innan bæði menning og fyrisiting Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu – serliga á føroyskum, men eisini á donskum/skandinaviskum og enskum Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt Umsókn, freist og samband Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært viðkomandi sáttmála. Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​ Forritari til menningardeildina á Elektron P/F ELEKTRON Virksemið í menningardeildini á Elektron er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum starvsfelagum. Menningardeildin á Elektron verður í dag myndað av fólki, ið fakliga spenna víða, og sum virka í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum skiftandi uppgávur. Vit kunnu bjóða tær: Fjølbroyttar og skiftandi menningaruppgávur Arbeiði við backend- og / ella frontend-menning Persónliga menning (skeið) Vit vænta av tær: at tú hevur viðkomandi útbúgving – ella at tú hevur fleiri ára royndir innan KT Eisini vænta vit, at tú hevur royndir innan nøkur av hesum økjum: Microsoft .Net tøkni C#, entity framework, WCF, Web API Java Spring framework Typescript, Javascript og Angular MS SQL Sharepoint TFS, Git Møguliga hevur tú eisini sertificeringar, sum styrkja tínar førleikar. Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Weihe, á tlf. 295107 ella um teldupost hansp@elektron.fo Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo. Umsóknarfreistin er 29/01-2019. Elektron telist millum Føroya størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna KT-loysnir, bjóða vit eisini tænastur sum t.d. hýsing, umsiting av undirstøðukervi, KT-ráðgeving, lønarskipan og Mínrokning. Í løtuni starvast um 70 fólk á Elektron og árliga sølan er umleið 80 mió.kr. Bókhaldari – Fróðskaparsetur Føroya FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Starv sum bókhaldari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Um starvið Talan er um eitt spennandi starv sum bókhaldari. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um bókhald, umframt vanligt skrivstovuarbeiði. Bókhaldið er miðsavnað á Setursskrivstovuni, har tú kemur at arbeiða í einum toymi innan roknskaparøkið. Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja bókhaldaranum verða: At bóka í BSL-skipanini fyri alt Setrið At bóka í web-løn Kreditorrøkt Debitorrøkt Verkætlanir Um teg Vit ímynda okkum, at tann rætti til starvið hevur skrivstovuútbúgving ella aðrar viðkomandi royndir. Vit hava í væntu, at tú: Hevur royndir innan bókhald og dugir at brúka BSL-skipanina Hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum Hevur góðan telduførleika Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð evni at samskifta við onnur Hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt Umsókn, freist og samband Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt í 4. flokki sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. januar 2019 og skulu sendast til umsokn@setur.fo. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Hugin Skaalum, fíggjarleiðara, á tel. 292507 ella HuginS@setur.fo fyri at fáa meira at vita um starvið.​ Átaksleiðari til Tórshavnar Sløkkilið TÓRSHAVNAR KOMMUNA Hervið verður søkt eftir átaksleiðara til Tórshavnar Sløkkilið at byrja sum skjótast. Starvið er fulltíðarstarv og inniber arbeiðsuppgávur sum sløkkiliðsfólk, sum vakthavandi sløkkimeistari og sum vakthavandi átaksleiðari. HØVUÐSUPPGÁVUR Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar og fevna um alt vanligt sløkkiliðsarbeiði, brunafyribyrgjandi uppgávur og bjargingaruppgávur. Sum sløkkiliðsmaður og vakthavandi sløkkimeistari: luttaka í døgnvaktum á vaktstovuni luttaka í liðleiðaravaktini bilførari á SFS-bussinum vanligar dagligar uppgávur. Sum vakthavandi átaksleiðari: luttaka í átaksleiðaravaktum eftirlit við sløkkiliðsútgerð saman við liðleiðarunum hava venjingar við sløkkiliðsmanningini útbúgvingar av sløkkiliðsmanningini skeið fyri stovnum o.ø. FØRLEIKAKRØV prógv sum sløkkiliðsfólk frá góðkendum skúla tað er ein fyrimunur at hava liðleiðaraprógv og átaksleiðaraprógv frá góðkendum skúla. Hetta kann takast eftirfylgjandi, tó innan 2 ár førarabræv til akfar omanfyri. 3500 kg. vinnuførarabræv til akfar (B/C –persónbil/vinnuliga fólkaflutning). Fyri rætta viðkomandi kann hetta takast eftirfylgjandi. fyrstuhjálparaprógv. skal kunna tosa og skriva føroyskt og danskt. Vit leggja dent á, at tú hevur hollar royndir sum sløkkiliðsmaður og kanst ganga á odda, arbeiða sjálvstøðugt og leiða. ANNAÐ Umsøkjari má kunna vera á støðini innan 5 minuttir. Eisini skulu umsøkjarar, ið koma til samrøðu, kunna útvega reina revsiváttan frá løgregluni og nøktandi heilsuváttan fyri roykkavarar. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. UMSÓKN Umsókn merkt “umsókn átaksleiðari” skal verða Tórshavnar kommunu í hendi seinast 24. januar 2019 kl. 08.00 á torshavn@torshavn.fo. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Heina Østerø, sløkkiliðsstjóra, tlf. 292106 Hagstova Føroya søkir KT-mennara HAGSTOVA FØROYA Vilt tú flyta Føroya mest fjølbroytta dátuhús fram á næsta stig á talgildu leiðini? Á Hagstovuni vilja vit í enn størri mun menna KT-loysnir, sum gera tað lættari at framleiða hagtøl og soleiðis økja vitanina um tað føroyska samfelagið. Vit eru í løtuni í gongd við at royndarkoyra okkara nýggju heimasíðu, sum er okkara fyrsta stig á leiðini. Tú kanst síggja eina beta-útgávu av heimasíðuni her. Heimasíðan brúkar Drupal og egin ment modul, ið eru forritað í TypeScript. Heimasíðan og tilhoyrandi tænastulag, verða eitt fokusøki, sum vit framhaldandi fara at menna. Dátugrundalagið undir hagtalsframleiðslunum á stovninum eru stórir dátugrunnar við yvir 3.000 talvum. Vit eru farin undir at byggja eitt nýtt datavøruhús, sum skal gera tað einfaldari at arbeiða við umfatandi dátukeldum og harvið lættari at framleiða hagtøl. Hetta verður tí nakað av tí fyrsta, sum tú saman við okkum fert at arbeiða við. Vit fara eisini í framtíðini at hyggja at møguleikum við Big Data og Machine Learning. Vit arbeiða eftir agilum mannagondum og taka støði í DevOps innan menning og rakstur. Mannagongdir og dátuviðgerð fylgja altjóða leisti innan hagtalsviðgerð. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT ella royndir innan økið. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við menning innan eitt ella fleiri av hesum økjum: Vevtænastum, dátugrunnum ella dátuvøruhúsi. Somuleiðis er ynskiligt, at tú hevur royndir við einum ella fleiri forritanarmálum, t.d. SQL, PL/SQL, T-SQL, JavaScript, Angular, TypeScript, PHP, ASP.NET MVC, C#/.Net ella Java. Tað hevur týdning, at tú ert ein liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina i huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veit og dámar væl fakligar avbjóðingar. Hevur tú royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum: Webservices, Microservices, Business Intelligence, hagtølum, R, Big Data ella Machine Learning, halda vit hetta vera sera áhugavert, tó uttan at vera ein treyt til starvið. Vit vænta ikki, at tú hevur førleikar innan øll omanfyri nevndu økir. Tað hevur tí týdning, at tú ert opin fyri áhaldandi førleikamenning. Vit bjóða Eitt starv, sum tú sleppur at seta tíni fingramerki á, hvussu ein fjølbroyttur KT-grundvøllur verður sniðgivin og mentur. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Somuleiðis kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum tøkniligum avbjóðingum. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum. Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag. Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. januar 2019. Umsóknin skal sendast til hagstova@hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn. Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, set teg so í samband við Torbjørn Lisberg, KT-leiðara, telefon 352803. Sjóndepilin søkir eftir ergoterapeuti SJÓNDEPILIN Søkt verður eftir ergterapeuti til Ráðgevingina í fast starv við 40 tímum um vikuna. Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir: Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og varda Verkstaðið á Traðabrekku. Ráðgevingin er fyri alt landið og eru tveir ergoterapeutar á økinum. Við endamálsorðingini “hjálp til sjálvhjálp” verður tænastan løgd til rættis eftir ynski og tørvi hjá einstaka borgaranum, sum kemur til ráðgeving orsakað av skerdari sjón. Starvið umfatar m.a.: • roynd av hjápartólum • skriva umsóknir og málsviðgera • frálæra í dagligari lívsførslu • heimavitjan og frálæra í nærumhvørvinum • vegleiða avvarandi • frálæra í samband við skeið og kunnandi virksemi • vegleiðing av øðrum fakbólkum • ábyrgd av hjálpartólum innan sjónøkið Krøv til fakligar førleikar: • útbúgvin ergoterapeutur • hollan kunnleika til teldu og journalskipanir • kunnleika til samskiftistól • søkin og stinn(ur) á tøkniliga økinum Krøv til persónligar førleikar: • jalig(ur) og tolin • evnir at læra frá sær • góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin • forvitin og søkin til nýggjari tøkni á hjálpartólaøkinum • hevur koyrikort Sjóndepilin bjóðar: • fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar • atlit og arbeiðshættir Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið. Starvið verður sett frá 1.mars ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21.januar 2019. Umsóknir skulu sendast til: Sjóndepilin att. Leiðarin boks 2074 FO-110 Tórshavn Teldupost: kak@sjondepilin.fo Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja á tlf. 31 82 22 og spyrja eftir leiðaranum. Meira kunning á www.sjondepilin.fo Dugir tú at skapa eitt heim? ALMANNAVERKIÐ Almannaverkið søkir eftir einum fólki at taka sær av øllum tí heimliga á Bú- og viðgerðarstovni á Argjum, har tríggir ungir drongir búgva. Tað sigst, at heimið er har hjartað er. Og í stuttum er uppgávan at taka sær av øllum tí gerandisliga, sum knýtir seg at einum heimi. Heimið skal haldast, klæðini vaskast og heilsugóður og vælsmakkandi matur gerast. Tað eru tær praktisku uppgávurnar, sum standa á listanum. Men tað, sum hevur eins stóran týdning, eru menniskjaligu eginleikarnir. Ein maður ella ein kona, sum kann vera hjartað í stovninum. Hesin ósjónligi heiti pulsurin, sum flest øll kenna, men sum er torførur at seta orð á. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru at rudda, vaska, keypa inn og standa fyri matgerðini á stovninum, samstundis, sum viðkomandi er ein týdningarmikil umsorganarpersónur á stovninum. Viðkomandi skal stuðla uppundir námsfrøðiligu avbjóðingarnar og stuðla uppundir menningina og vøksturin hjá teimum ungu, sum búgva á stovninum. Starvið Starvið er 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag. Uppgávan er nýggj og tískil er væntandi við einari tilvenjingartíð. Viðkomandi sum verður sett/ur fær ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað. Tann, sum verður settur í starv fær upplæring í at arbeiða innan autismuøkið. Væntanir til umsøkjarar Innlit og forvitni í avbjóðingarnar hjá ungum fólki við autismuórógvi eru ynskiligir eginleikar. Vit leggja dent á nærlagni og at dagarnir eru væl skipaðir. Áhugi og vitan um matgerð og hugur at halda hús telja nógv. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Umsókn Eind 3”. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.01.2019. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, telefon 297415 ella Sáru Midjord, leiðara á telefon 297414. Húsavørður til Klaksvíkar kommunu KLAKSVÍKAR KOMMUNA Søkt verður eftir húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av bygningum hjá Klaksvíkar kommunu, umframt annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. Førleikakrøv • Handverkaraútbúgving • Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Hevur góð samstarvsevnir Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Setanarviðurskifti Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. februar 2019 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Fróða Hansen, á tlf. 213249 ella hfh@klaksvik.fo Klaksvíkar Kommuna | Nólsoyar Páls gøta 32 | Postboks 2 | 710 Klaksvík | Tlf. 41 00 00 | klaksvik@klaksvik.fo | www.klaksvik.fo Burger King sóknast eftir fulltíðar starvfólkið, samt ein matstovuleiðara. P/F DVØLJAN Fulltíðararbeiði er áleið 40 tímar um vikuna, har arbeitt verur annað hvørt vikuskifti. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, ert ábyrgdarfull/ur og leggur stóran dent á reinføri. Lønin er í fylgi S&K. Um tú hevur áhuga í starvinum, kanst tú senda umsókn við CV til mia@burgerking.fo Leiðari til Bú- og viðgerðarstovnin í Viðargøtu á Argjum ALMANNAVERKIÐ Almannaverkið søkir eftir einum leiðara afturat til Eind 3 í Trivnaðardeplinum til setan 01.03.2019 ella skjótast gjørligt. Leiðarin kemur fyrst og fremst at hava ábyrgd av bú- og viðgerðarstovninum í Viðargøtu. Almannaverkið styrkir um leiðsluna í Eind 3 í Trivnaðardeplinum og søkir tí eftir einum leiðara afturat. Leiðslan í Eind 3 telir nú eindarleiðaran og tveir leiðarar. Leitað verður eftir einum sterkum leiðslufakligum leiðara, sum í høvuðsheitum skal taka sær av stovninum í Viðargøtu, men sum eisini fær ábyrgd av øðrum økjum í eindini. Arbeiðsuppgávur Leiðarin hevur, í samráð við eindarleiðaran, ábyrgdina av bú- og viðgerðarstovninum í Viðargøtu. Leiðarin hevur fakliga, fíggjarliga, fyrisitingarliga og starvsfólkaliga ábyrgd fyri starvsfólkunum í Viðargøtu. Tørvur er á einum leiðara, sum brennir fyri økinum, sum dugir at taka avgerðir og at ganga fremst. Leiðarin skal leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning, har borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss við nærverandi leiðslu. Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum skipa fyri, at tilfeingið verður gagnnýtt skynsamt og leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og myndugleikar. Eindin skal støðugt laga seg til tørvin hjá borgarunum og til broytingar í treytunum hjá Almannaverkinum. Førleikar Tann sum verður settur skal hava viðkomandi útbúgving og eftirútbúgving. Leiðsluútbúgving ella royndir við starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur. Somuleiðis kann tað vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur kunnleika til og royndir við borgarum, sum hava autismu. Væntað verður Væntað verður at tú hevur evni at leiða og megnar at standa á odda fyri námsfrøðiligu menningini í eindini. Harumframt verður væntað, at tú hevur fíggjarligar førleikar, hevur kunnleika til og kennir týdningin av at veita eina góða tænastu til borgaran, dugir at orða teg í skrift og talu og hevur vilja og evni at samskifta og samstarva við avvarðandi, starvsfólk og leiðslu. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 3 í Trivnaðardeplinum. Dagligi arbeiðsstaðurin er í Tórshavn. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið, og verður starvið lønt í 33. lønarflokki í lønartalvuni fyri Tænastumannafelag landsins. Er viðkomandi tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn leiðari eind 3”. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 22.01.2019. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, á telefon 297415. Okkum tørvar ein dugnaligan netumsitara TÓRSHAVNAR KOMMUNA Vilt tú vera við til at mynda KT-kervið í Tórshavnar kommunu og vera við til at leggja støði fyri, hvussu vit í framtíðini arbeiða við net og trygd? Sært tú tað sum eina spennandi uppgávu at arbeiða við ymiskum og til tíðir sera kompliseraðum verkætlanum innan KT og net? So hevur tú møguleikan at søkja nýtt spennandi starv og harvið gerast partur av KT-toyminum hjá Tórshavnar kommunu. Títt nýggja starv er staðsett í okkara nýggju skrivstovuhølum í Steinatúni – mitt í hjartanum á býnum. Tú verður ein partur av KT-deildini saman við 11 dugnaligum starvsfeløgum, og kemur at hava ábyrgd av netarkitekturinum, -trygdini og -rakstrinum. Tú kemur at arbeiða við sniðgeving av størri netloysnum, tekniskum installatiónum, konfiguratiónum, eftirliti og vegleiðing av netútgerð. Tú kemur at luttaka í verkætlanum og uppgávum bæði í toymum innanhýsis og uttanhýsis saman við viðkomandi samstarvsfeløgum. Umframt at umsita netið hjá Tórshavnar kommunu, skal netumsitarin eisini vegleiða øðrum stovnum undir kommununi. Tú verður partur av einum toymi, sum røkir teldur, servarar og net. UM OKKUM Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðspláss í Føroyum við uml. 2000 lønmóttakarum, sum hava til endamáls at tæna borgarum og vinnuni í kommununi. Á Føroya størsta arbeiðsplássi eru uppgávurnar víðfevndar, og tú fært møguleika at royna teg í størri mun enn nakra aðra staðni í Føroyum. UM STARVIÐ Sum netumsitari fært tú nógvar spennandi uppgávur. Tú skalt millum annað: loysa uppgávur innan routing, switching, LAN, WLAN og trygd vera við til at rudda upp, optimera og menna netverk fyri uml. 180 eindir, ið eru knýttar at Tórshavnar kommunu luttaka í optimering og sniðgeving av core MPLS og WLAN lýsa og sniðgeva fyribyrgjandi eftirlit av neteindunum hjá Tórshavnar kommunu luttaka í implementering av trygdarloysnum í samstarvi við KT-deildina og trygdarvirkseminum. firewall setup luttaka í stýring av leveransum við kravspecifikatiónum og uppfylging av avtalum daglig uppfylging av netverksincidents í KT-skivuni (Manage Engine). TÍNIR FØRLEIKAR Tín KT-amboðskassi er dagførdur. Tú er eldhugað/ur netumsitari ella netserfrøðingur við royndum frá líknandi leiklutum, har tú hevur arbeitt við neti, mannagongdum og skipanum í einum enterprise umhvørvi. Tú hevur holla vitan og royndir við LAN/WAN/WLAN, nettrygd og firewall, MPLS, umframt kunnleika til SCCM, Powershell, VMWare/Hyper-V, Sharepoint, SQL, AD. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur góðkenning innan arbeiði við net og sum minimum CCNP. Somuleiðis ynskja vit, at tú hevur kunnleika til Sophos/Cisco nettøkni og til prinsippini hjá ITIL. UM TEG Tú ert ein fyrimyndarligur samstarvsfelagi og megnar at navigera í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Tú tekur ábyrgd, hevur eyga fyri loysnum, tær dámar at arbeiða við verkætlanum og trívist við at røkja dagligu driftina. Tú ert ein strukturerað/ur og fleksibul starvsfelagi við kønum eyga fyri smálutum, og tú dugir at raðfesta uppgávur í mun til avtalað mál. Tú megnar at arbeiða við fleiri áhugapørtum og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. Tú hevur fingurin á pulsinum og veitst, hvat rørir seg innan títt øki. Tað fellur tær lætt og natúrligt at miðla tína vitan til tínar starvsfelagar, soleiðis at tit saman standa sterkari. UMSÓKN Ert tú tann vit leita eftir, so send okkum eina umsókn saman við lívrensli til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 22. Januar kl. 8.00. Viðmerk umsóknina ‘netumsitari’. Maskinførarar til norðurøkið hjá Landsverki LANDSVERK Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi maskinførara til norðurøkið at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um: - viðlíkahald av landsvegum - vetrarhald - aðrar fyrifallandi uppgávur Førleikakrøv Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum. Royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur. Setanarviðurskifti Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði. Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni á Norðurøkinum. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í vetrarhálvuni. Umsóknir Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. januar 2019. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella teldupost: arja@lv.fo. Móttøkulærlingur P/F GIST & VIST Ert tú smílandi og tænastusinnað/ur? Er svarið ‘ja’, so hava vit eitt pláss sum móttøkulærlingur á Hotel Tórshavn. Sum lærlingur í móttøkuni ert tú við til at mynda hotellið. Tú verður ein lyklapersónur, sum kemur at sambinda tær ymisku deildirnar á hotellinum við kunning og samskifti, so vit saman kunnu geva kundanum bestu tænastuna. Heldur tú hetta vera eina spennandi avbjóðing, og ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jenny A. í Heiðunum – teldupostur jenny@hoteltorshavn.fo Savnshjálpari á Tjóðskjalasavninum - farloyvisstarv TJÓÐSKJALASAVNIÐ Í sambandi við at starvsfólk er fari í barnsburðarfarloyvi, søkir Tjóðskjalasavnið eftir savnshjálpara í tíðarskeiðnum 1. februar - 1. november 2019. Starvið Talan er um parttíðarstarv, umleið 30 tímar um vikuna (brøkur 0,79). Arbeiðið fevnir serliga um viðskifti umvegis heimasíðu og lesistovu, at svara fyrispurningum, at hava lesistovuvakt, at leggja tilfar út á netið og annað fyrifallandi arbeiði. Førleikar Tú hevur viðkomandi royndir ella samsvarandi, hevur møguliga útbúgving, ið kann brúkast á økinum, dugir væl føroyskt, kann samskifta á norðurlendskum máli og í ávísan mun á enskum, umframt at kunna arbeiða í tøttum samstarvi við onnur. Tað er ein fyrimunur at duga at lesa gamla (gotiska) skrift og at duga at gera skjalarannsóknir. Neyðugt er at hava koyrikort. Neyðugt er eisini at duga at arbeiða sjálvstøðugt, vera skjótfør/ur, hava góðan tænastuhugburð og hollan telduførleika. Dentur verður eisini lagdur á, at starvsfólk á Tjóðskjalasavninum eru sinnað at luttaka í menningarátøkum, og at tey hava góð samstarvsevni. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Fleiri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sámal Tróndur F. Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum, tlf. 790 530. Umsóknir Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og upplýsingum um starvsroyndir sendast til: Tjóðskjalasavnið V.U. Hammershaimbsgøta 18 FO-100 Tórshavn, ella til skjalasavn@skjalasavn.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 22. januar 2019, kl. 14.00. Tjóðskjalasavnið savnar, varðveitir, skipar, lýsir og røkjur (fyrisitingarlig) skjøl, av rættarligum og søguligum týdningi. Harafturat hevur Tjóðskjalasavnið eftirlit við og vegleiðir myndugleikum í spurningum um, hvussu tey skipa sína skráseting og avhenda savnindi síni. Á Tjóðskjalasavninum starvast í løtuni 10 fólk, harav 3 eru verkætlanarsett. Starvsfólk til Heilsu- og Umsorganartænastuna TÓRSHAVNAR KOMMUNA Søkt verður eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálpum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. HEIMATÆNASTAN Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, Eysturbýur og Vesturbýur. Umleið 170 borgarar fáa heimatænastu, og umleið 50 starvsfólk starvast her. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar. Arbeiðsuppgávurnar eru at veita heimatænastu til heimabúgvandi borgarar við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóra dent á góðsku og góða tænastu, og tí er umráðandi at tú ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði. SØKT VCERÐUR EFTIR: fýra starvsfólkum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2019 tveimum starvsfólkum til farloyvisstarv á starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna frá 1. februar 2019 til 31. desember 2019 tímaløntum sjúkra- og feriuavloysarum Arbeitt verður í 7-8 tímar vaktum og annaðhvørt vikuskifti. FØRLEIKAR Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, serliga innan eldraøkið, ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur. VIT VÆNTA, AT TÚ: hevur hóskandi arbeiðsroyndir hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika hevur hug at samstarva tvørfakliga kanst ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi kanst arbeiða sjálvstøðugt hevur telduførleika á brúkarastigi hevur koyrikort VIT BJÓÐA Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar. SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið/ Heilsuhjálparafelag Føroya. MEIRA FÆST AT VITA Meira fæst at vita við at venda sær til Jóngerð Nielsen, deildarleiðara, telefon 793110, t-post: jongerdn@torshavn.fo UMSÓKN Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 22. januar 2019. Viðmerkjast skal „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“. Rør- og blikksmiðir til HVS arbeiði P/F DEMICH Ert tú rør- og blikksmiður, ella hevur tú royndir innan HVS arbeiði? So er møguleiki at gerast partur av Føroya fremsta virki innan grøna orku. Vit bjóða fleiri áhugaverd og spennandi størv við nógvum avbjóðingum, har vit raðfesta tænastu, góðsku og gott handverk. Rørsmiðir Til okkara verkætlanardeild, sum tekur sær av øllum størri verkætlanum, tørvar okkum fleiri rørsmiðir. Demich er partur av nøkrum av størstu verkætlanunum í Føroyum, eitt nú nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum. Blikksmiður Til okkara framkomnu blikksmiðju í Havn tørvar okkum ein blikksmið. Umframt at starvast á sjálvari smiðjuni, kemur tú av og á at arbeiða úti hjá kundum. Rørsmiður/handverkari Til uppsetan og servisu av hitapumpum kring landið, tørvar okkum rørsmið, ella ein handverkara við viðkomandi útbúgving ella royndum. Hjá Demich fylgja vit støðugt við menningini og hava seinastu árini lagt okkum á odda innan grøna orkuøkið, har vit hava uppbygt nógvar og góðar royndir. Tað veri seg við hitapumpum, sum taka orkuna úr jørðini, luftini og sjógvi, umframt ventilatiónshitapumpum, har vit meta, at stórir vakstrarmøguleikar verða komandi árini. Um teg Tú ert útbúgvin rør- og blikksmiður, ella hevur líknandi útbúgving og royndir innan vanligt HVS arbeiði. Tú kemur at arbeiða við okkara verkætlanum ymsa staðni í Føroyum. Løn og setanartreytir sambært avtalu. Vit vænta, at tú ert nærlagdur og ágrýtin, setir kundatænastu og gott handverk í fremstu røð. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo Viðmerk umsóknina “rør- og blikksmiður”. Seinasta freist at søkja er mikudagin 23. januar 2019 Hevur tú spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo ella á tel.350 300. Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á Facebook ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2. Um okkum Demich er ein út við 60 ára gomul fyritøka. Vit hava nógv góð starvsfólk, og komandi árini fáa vit brúk fyri enn fleiri. Vit eru vit eitt gott og trygt arbeiðspláss við skipaðum arbeiðsumstøðum fyri øll starvsfólk. Útgerðin og maskinurnar hjá Demich eru dagførdar og tíðarhóskandi við nýggjastu tøknini. Almannamálaráðið søkir eftir tveimum fulltrúum ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Uppgávurnar fevna breitt, m.a. at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum. Serliga verður talan um at arbeiða við uppgávum innan bústaðarmál, altjóða sáttmálar og persóns-, familju- og arvarætt, men eru størvini ikki avmarkaði til hesar uppgávur. Talan er um størv í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti. Førleikar Annar fulltrúin hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand. jur.) og hin fulltrúin hevur viðkomandi samfelagsliga útbúgving, t.d. stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, løgfrøði ella búskaparfrøði. Lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína lidna, eru eisini vælkomin at søkja. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild. Tú tímir og dugir væl at samstarva og samskifta bæði við myndugleikar og borgarar, og tú ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almannamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á amr@amr.fo Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. januar 2019, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo. Almannamálaráðið umsitur almannamál, bústaðarmál og persóns- familju og arvarætt og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Størv í Heimatænastuni í VEKS HEIMATÆNASTAN Í VEKS Størv eru leys at søkja: Vit sóknast eftir Heilsuhjálparum, starvsbrøk eftir nærri avtalu Sjúkrarøktarfrøðingi, starvsbrøk 0,7. Vit tilskilað okkum rætt til at seta annan fakbólk í tíðaravmarkað starv, um ikki skikkað umsókn fyriliggur. Størvini eru til virksemið okkara í VEKS Eystur, sum í høvuðsheitum fevnir um tænastur til borgarar í Eiðis- og Sunda kommunu. Byrjunardagur Skjótast tilber. Førleikar Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava: Viðkomandi útbúgving og góðkenning Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran. Telduførleika á brúkarastøði. Koyrikort til persónbil. Vit kunnu bjóða Fjølbroytt størv Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi Skipaða innleiðslu Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri. Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag. Umsókir Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. januar 2019, kl. 12:00. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til: Kirstin Jensen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793252. Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo KOKKAR OG KOKKALÆRLINGAR TIL MATSTOVUR HEIMA Í HAVN P/F GIST & VIST Hevur tú áhuga fyri matgerð? Og megnar tú at savna teg um matgerðina í einum bráðskiftandi umhvørvi? So er tað júst tær, vit hava brúk fyri! Okkum tørvar bæði kokkar og kokkalærlingar til matstovurnar Heima í Havn: Barbaru, Áarstovu, Ræst og Fútastovu. Kokkar at byrja í februar 2019 og kokkalærlingar at byrja í mars 2019. Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss, har tú kemur at arbeiða saman við einum ungum og ágrýtnum toymi. Saman við toyminum fært tú møguleika at menna køkin og matskráirnar hjá okkum. Vit vænta, at tú leggur stóran dent á at halda tænastu og góðsku á einum høgum støði, og at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir. Kokkalærlingar: Lærutíðin hjá kokkalærlingum er 3 ár og 9 mánaðir, har ein partur ella øll skúlagongdin er í Danmark. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur køksroyndir og dugir gundleggjandi matgerð. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til starv@gistogvist.fo Minst til at viðmerkja, um tú søkir starv sum kokkur ella kokkalærlingur. TRÍGGIR NÝGGIR BARRTÆNARAR TIL THE TARV P/F GIST & VIST Kundi tú hugsað tær at arbeitt í sjarmerandi umhvørvinum undir Bryggjubakka í Havn? THE TARV sóknast eftir trimum barrtænarum at arbeiða vikuskiftisvaktir. THE TARV er eitt grillhús, sum fyrstu ferð lat dyrnar upp í desembur 2017. Á matskránni er gott grillað kjøt, grillað skeljadjór og grillaður fiskur. Í barrini gera vit spennandi drykkir á altjóða støði. Opið er alt árið. 10 starvsfólk eru knýtt at toyminum í THE TARV, og leggja vit stóran dent á trivna - tað skal vera stuttligt at vera til arbeiðis. Samstundis vænta vit, at starvsfólk okkara eru ágrýtin, álítandi og før fyri at veita viðskiftafólkum okkara eina framúr góða tænastu. Sum barrtænari á THE TARV kunnu vit bjóða tær eitt stuttligt arbeiðspláss, har tú fært góðar møguleikar at nýta tíni evni sum barrtænari og mennast innan økið. Ljóðar hetta sum rætta starvið og arbeiðsplássið fyri teg? Send so eina umsókn til matstovuleiðara Honnu Vang, hanna@tarv.fo Paname Café søkir fólk við royndum at arbeiða í kaféini SP/F SPIDERS FROM MARS Paname Café er ein familjurikin kafé í søguligum hølum, sum leggur dent á kvalitetsmat og hugna. Vit søkja blíð og arbeiðssom starvsfólk at arbeiða hjá okkum skjótast gjørligt – bæði vikuskifti og gerandisdagar. Vit eru eitt lítið toymi, sum arbeiðir fyri at veita gestum okkara bestu tænastu. Vit bjóða eitt hugnaligt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum og frálæru í at nýta kaffimaskinu og annars vanligt tænaraarbeiði. Vit vænta at tú ert yvir 18 ár og at tú arbeiðir skjótt og effektivt. Okkara gestir eru bæði føroyingar og fólk úr øllum heiminum, so tað er ein fyrimunur at duga fleiri mál. Send umsókn, CV og møgulig viðmæli til paname@paname.fo, um hetta hevur tín áhuga. Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á tlf. 788288. Starvið verður sett skjótast gjørligt! Kom í læru hjá Demich P/F DEMICH Vit sóknast eftir lærlingum til HVS arbeiði og blikksmíð. Ein til Eysturoy og Norðoyggjar og ein ella fleiri til Tórshavn. Lærlingurin í Eysturoynni og Norðoyggjum skal av og á vera til arbeiðis í blikksmiðjuni í Havn. Demich er eitt arbeiðspláss við nógvum spennandi avbjóðingum, har vit raðfesta tænastu, góðsku og gott handverk í tí, vit gera. Tú kemur í læru í Føroya fremsta HVS-virki. Starvsfelagarnir eru millum dugnaligastu í landinum, og arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Vit vænta, at tú ert nærlagdur, ágrýtin og røkin og setir ávikavist kundatænastu og gott handverk í fremstu røð. Tú fært góðar arbeiðsumstøður og kemur sum frálíður eisini at arbeiða sjálvstøðugt og soleiðis geva títt íkast til virksemi okkara. Í lærutíðini hevur tú fulltíðarstarv, og tú arbeiðir heima hjá kundum og úti á okkara stóru byggiplássum. Lærutíðin er 4 ár og skúlagongdin er á Tekniska skúla í Havn. Skúlatíðin er 58 vikur. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo. Viðmerk umsóknina “lærlingur”. Seinasta freist at søkja er mánadagin 21. januar 2019. Hevur tú spurningar um læruplássini, ert tú vælkomin at venda tær til Torbjørn Hansen á torbjorn@demich.fo ella á tel. 350 300. Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á Facebook ella støkka inn á gólvið hjá Demich, Stiðjagøta 2. Starvslýsing til eldrasambýlið Vesturstova NÁND-HEIMATÆNASTAN Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir. Talan er um starv á fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið er at byrja 15. februar 2019. Krøv til førleika Útbúgving sum heilsurøktari / heilsuhjálpari. Góð samstarvsevni. Góð evni at samskifta í skrift og talu. Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum. Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing. Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran. Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum. Vit kunnu bjóða tær Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar. Gott samstarv við onnur fakfólk. Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32. Umsóknarfreist Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn týsdagin 22 januar 2019 á middegi. Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til nand@eystur.fo ella til: Nánd Oyran 2 512 Norðragøta. Atlantic Airways sóknast eftir flogternum og -tænarum til fríyrkisstørv P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS Sum fríyrkis-flogterna/tænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð í summarmánaðunum juni, juli og august 2019. Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroyum ella Keypmannahavn og kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu. TÍNIR EGINLEIKAR Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur – tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga sum gjørligt. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, og tú skalt hava reina revsiváttan. KRØV Setanarsamrøður verða í februar 2019, og verður tú sett/ ur í starv, skalt tú á heildagsskeið í Føroyum, í viku 10, 11 og 12, áðrenn tú byrjar. Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í mai og juni. ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu-starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Møguleiki er eisini fyri, at tú fert at arbeiða í seinnu hálvu av august og partar av september. Tú skalt vera tøk/ur frá seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2019. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum. VILT TÚ VITA MEIRA? Set teg í samband við Anniku Jespersen, kabinuovasta á annikaj@atlantic.fo ella tlf. 21 34 11 UMSÓKNIR Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkis-flogterna ella -tænari, send okkum eina umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo Umsóknarfreistin er tann 26. januar 2019. UM OKKUM Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu. Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo Fríyrkis-stýrimenn (m/k) til Atlantic Airways P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS Okkum tørvar nakrar fríyrkis-stýrimenn (M/K) til at flúgva okkara Airbus 319/320/320neo í summartíðarskeiðinum, og tá ið nógv ferðsla er. Sum fríyrkis-stýrimaður fært tú møguleikan at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skal kunna arbeiða fulla tíð í summar-mánaðunum juni, juli og august 2019. Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu flogskiparum, at hjálpa til á ein professionellan hátt og at halda tey høgu krøv, tænastu og væntanir, sum verða sett til Atlantic Airways. TÍNIR EGINLEIKAR Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað og professionelt. Tú skalt vera broytilig/ur (fleksibul) – her verður eisini hugsað um tað praktiska í sambandi við arbeiðstíð og -stað. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU. KRØV Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum certifikatum: ATPL(A) MPL(A) CPL(A), við ATPL teori og MCC prógvi Í øllum trimum førum skalt tú hava eitt galdandi IR(A)ME, eitt General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN) og ICAO Language proficiency við level 4 í enskum. Harafturat krevst minst 200 tíma flúgvitíð (ikki íroknað simulator). ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR Byrjarnarsamrøður verða hildnar í februar 2019, og endaliga valið av fríyrkis-stýrimonnum verður í mars 2019. Verður tú vald/ur, skalt tú umskúlast til at kunna flúgva okkara Airbus 319/320/320neo. Umskúlingin fer fram hjá Airbus á vári 2019. Atlantic Airways rindar fyri umskúlingina, ferð, uppihald og dagpening. Løn verður ikki goldin í sambandi við umskúlingina. Eftir umskúlingina verður avtala gjørd um Line-venjingina, sum tekur umleið ein mánað. Løn og dagpeningur verður goldin undir Line-venjingini. Eftir hetta skalt tú skjótast til ber arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Seinni skalt tú, eftir tørvi, vera tøk/ur, tá ið nógv er at gera. Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmannahavn. Løn og dagpeningur eru sambært galdandi reglum hjá okkara fríyrkis-stýrimonnum. Sáttmálatíðarskeiðið er 12 mánaðir (apríl 2019 – apríl 2020). Tá byrjanarsamrøðurnar og valið av fríyrkis-stýrimonnunum hava verið, skulu tey valdu ígjøgnum eina roynd, sum snýr seg um týdningin at arbeiða gjølla, skjótt og neyvt. Eisini verður ein persónsgreining gjørd av viðkomandi, har fatanarstigið verður mett. Við støði í hesum, saman við byrjanarsamrøðunum, verður tað okkara úrvalsnevnd – møguliga við fleiri starvssamrøðum – sum fer at velja út og gera tilmæli til leiðsluna um skikkaðar umsøkjarar. Í úrvalsnevndini sita HR-leiðarin, flogovastin, flogstjórin, venjingarleiðarin og eitt umboð fyri FAPA. UMSÓKNIR Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkis-stýrimaður, vinarliga sendi okkum eina skrivliga umsókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ? Set teg so í samband við Sámal Danielsen, flogovasta, á telduposti samal@atlantic.fo ella tlf. 213 913. Umsóknarfreistin er tann 26. januar 2019. Atlantic Airways leitar eftir sølufólki til sølu- og marknaðardeildina P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í eini altjóða fyritøku? Brennir tú fyri sølu, ert tú útvend/ur og fyrikomandi? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Vit søkja eftir einum sølufólki, sum skal vera við til at styrkja um sølutoymið á sølu- og marknaðardeildini. Tað verður tín uppgáva at arbeiða saman við ferðaskrivstovum og øðrum samstarvsfeløgum fyri at menna søluna at avgreiða bíleggingar í søluskipanum at umboða Atlantic Airways á søluráðstevnum og á verkstovum Vit vænta, at tú... brennir fyri sølu, hevur áhuga fyri ferðavinnu og møguliga royndir frá vinnuni ert fyrikomandi, sosial/ur og útvend/ur; tú dugir og sært týdningin av at netverka ert forvirkin (pro-aktiv/ur), dugir at skipa egið arbeiði og sært samstarv sum ein lykil fyri at náa besta úrslitinum arbeiðir skipað, hevur gott yvirlit og eyga fyri smálutum dugir væl føroyskt, enskt og danskt í skrift og talu Vit bjóða tær eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss at gerast partur av einum lítlum, vælvirkandi toymi, har ferðin ofta er høg, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis Løn- og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn. Umsókn Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við teldupost til starv@atlantic.fo í seinasta lagi 21. januar 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meira um starvið So ert tú vælkomin at venda tær til Árna Olsen, sølu- og marknaðarleiðara á tlf. +298 21 37 77 ella við telduposti á arni@atlantic.fo Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálaráðið HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir trimum fulltrúum – tveimum løgfrøðingum og einum fíggjarfulltrúa – til setan skjótast gjørligt. Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Í starvinum kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onnur øki. Førleikar Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur góð samstarvsevni, politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild. Arbeiðsuppgávur Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðingunum verða m.a. løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur. Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjarfulltrúanum verða m.a. fíggjarligar greiningar, fíggjarlógarviðgerð, hagtøl, eftirlit og samskifti umframt fíggjarlig ráðgeving av stovnum innan økið. Harumframt umboða fulltrúarnir stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora. Størvini eru mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast størvini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Lønar- og setanartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á himr@himr.fo Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2019, kl. 12:00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@himr.fo Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál og umhvørvismál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Deildarleiðari til Teknmálstulkatænastuna á Viðskiftadeplinum ALMANNAVERKIÐ Teknmálstulkatænastan er blivin partur av Almannaverkinum, og tí tørvar okkum ein dugnaligan deildarleiðara til okkara nýggju deild sum eitur Teknmálstulkatænastan. Talan er um fulltíðarstarv við tilvísing til depilsstjóran á Viðskiftadeplinum og verður sett frá 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu. Teknmálstulkatænastan Teknmálstulkatænastan veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv og hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Høvuðsendamálið hjá Teknmálstulkatænastuni er at veita tulking til samskifti millum hoyrandi, deyv og hoyritarnað, soleiðis, at allir borgarar landsins hava javnbjóðis atgongd til øll samfelagsviðurskifti. Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og øvugt, og í ávísum førum verður eisini tulkað úr norðurlendskum ella enskum til føroyskt teknmál. Eisini verður veitt skrivitulking. Deildin verður mannað við 4 teknmálstulkum og einum skrivara aftrat deildarleiðaranum. Arbeiðsuppgávur Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av at leiða dagliga arbeiðið og annað virksemi á deildini, eins og at menna økið. Deildarleiðarin skal tryggja skynsamar mannagongdir og raðfestingar, soleiðis at tænasturnar, sum deildin veitir, eru á høgum stigi og samsvara við ásetingar og mál. Deildarleiðarin kemur eisini at átaka sær uppgávur sum tulkur. Førleikar Tað er eitt krav, at deildarleiðarin er útbúgvin teknmálstulkur og hevur royndir innan teknmálstulking. Vit vilja hava ein fakliga sterkan og tilvitaðan deildarleiðara, sum brennir fyri økinum, og sum kann ganga á odda og stinga út í kortið. Leiðsluhugur og hegni hava týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaði og menning hjá starvsfólkunum hevur nógv at siga. Útbúgving og royndir við leiðslu, undir hesum starvsfólkaleiðsla, eru ikki treytir, men kunnu vera fyrimunir. Deildarleiðarin skal hava góð evni at orða seg í skrift og talu, og megna at arbeiða undir stórum trýsti til tíðir. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Teknmálstulkatænastuni á Viðskiftadeplinum. Tann, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum. Starvið er lønt í 35. lønarflokki í lønartalvuni hjá Tænastumannafelag Landsins. Setanartreytir annars eru sambært avvarðandi yrkisfelag við samráðingarrætti fyri økið. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ævilýsing (CV) og øðrum skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "Teknmálstulkatænastan”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. januar 2019, kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hall Thomsen, depilsstjóra, á telefon 347040. Hjálparfólk til Garnhúsið SUNDA KOMMUNA Hugsar tú kreativt og dámar tær at arbeiða við projektum? Er nærlagni og nærvera akkurát tú? Elskar tú at vera virkin og at hanga út? Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið? Vit í Ungdómshúsinum Garnhúsið, sóknast eftir hjálparfólki at arbeiða tvey kvøld um vikuna 8 tímar tilsamans, at byrja skjótast gjørligt. Vit vænta, at tær dámar at arbeiða við ungdómi, dámar at vera kreativ/ur og dugir at hugna um tey ungu. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Hevur tú spurningar, ber til at ringja til leiðaran, Hans Andrias Olsen, tlf. 222772 ella mail: garnhusid@gmail.com Umsóknir v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 21. januar 2019 og skulu sendast til: sunda@sunda.fo ella til: Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 Postboks 10 400 Oyrarbakki Ert tú okkara nýggi húsavørður? P/F FT NET Ynskir tú at gerast partur av spennandi og fjølbroytta starvshópinum á NET? Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði til Byggideildina. Um starvið Starvið fevnir um fjølbroyttar uppgávur bæði innan- og uttandura. Uttandurauppgávur mynda vanligt viðlíkahaldsarbeiði umframt at tryggja, at umhvørvið kring bygningarnar hjá samtakinum Føroya Tele er væl røkt og snøgt. Innandura eru uppgávurnar m.a. viðlíkahaldsarbeiði av bygningum og innbúgvi. Yvirskipað mynda uppgávurnar millum annað: Grassláing kring bygningar Viðlíkahald innan og uttan Burturbeinan av ruski Praktisk viðurskifti í samband við tiltøk hjá Føroya Tele Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur: Góð handalig evnir (handverkaraútbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav) Eyga fyri smálutum og er forvirkin at loysa uppgávur Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt Góð samstarvsevnir Ágrýtni, ídni og er røkin Koyrikort Harumframt er teldukunnleiki ein greiður fyrimunur. Setanartreytir Starvsøkið er um alt landið, tó við uppmøtingarstað í Klingruni í Hoyvík. Starvið verður sett 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalau, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10​. februar 2019 og skulu sendast inn her (https://starv.ft.fo/Application/Index/12). Ynskir tú at hoyra meira um starvið? Brian Rasmussen er leiðari á Byggideildini og er tøkur á tel. 243651 og á bra@ft.fo.​ Um Byggideildina Byggideildin rekur og viðlíkaheldur allar bygningar hjá Føroya Tele samtakinum. Bygningarnir, sum eru um 150 í tali, eru skrivstovu- og goymslubygningar, tøknihús og telebúðir. Á Byggideildini starvast frammanundan 9 starvsfólk. Ábyrgdarøkið hjá Byggideildini er fjøltáttað og fevnir m.a. um: Rakstur og viðlíkahald av bygningum og uttanduraøkjum hjá Føroya Tele Brandtrygdarskipanir El-installatiónir No-break og short-break HVS og køling Montering av tekniskari útgerð Reingerð og kantinudrift Maskinmeistari til kontrollrúmið á Fossáverkinum ELFELAGIÐ SEV Eitt starv sum maskinmeistari á Fossáverkinum í Vestmanna er leyst at søkja til setan skjótast tilber. Uppgávur Vakthavandi á Fossáverkinum stýrir býtinum av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum – herundir Sundsverkið, Strond og Eiðisverkið. Harumframt er vakthavandi á Fossáverkinum koplingarleiðari fyri háspenningsskipanini í meginøkinum. Arbeiðsstaðurin er í kontrollrúminum á Fossáverkinum í Vestmanna. Arbeiðið fevnir eisini um rakstur og hald av Fossáverkinum – bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Á Fossáverkinum eru tvær turbinur á tilsamans 6,3 MW. Fossáverkið hevur eisini um hendi samskipanina av framleiðsluni á niðanfyri standandi vatnorkuverkum og vindmyllulundum: Mýruverkið við einari turbinu á 2,4 MW Heygaverkið við einari turbinu á 4,9 MW Eiðisverkið við trimum turbinum á tilsamans 21,7 MW Vatnturbinan á Strond á 1,4 MW Seks vindmyllur í Neshaga á tilsamans 4,65 MW 13 vindmyllur í Húsahaga á tilsamans 11,7 MW Talan er sostatt um tilsamans átta vatnturbinuaggregat og 19 vindmyllur við einum samlaðum mátti á 53,05 MW. Tú Tað er eitt krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv og royndir innan økið. Koyrikort til persónbil er neyðugt. Umráðandi er, at nýggja maskinmeistaranum dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og at vera einsamallur á vakt ein stóran part av tíðini. SEV SEV bjóðar: ávirkan á egið arbeiði fakliga menning viðkomandi skeið Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 12. lønarflokki. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðbjørn F. Petersen, verkmeistara á Fossáverkinum tel. 286901, ella hjá Jón Nielsen, deildarstjóra fyri tøkni, tel. 346800. Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Att: Bergtóra Høgnadóttir Ella: starv@sev.fo Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. januar 2019. SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946. Montørar til Rakstrardeildina hjá SEV ELFELAGIÐ SEV SEV sóknast eftir tveimum montørum til Rakstrardeildina. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið. Uppmøtingarstaður er Tórshavn. Tú Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum elektrikari ella aðra eltekniska útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan háspenningsøkið. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga. Uppgávur Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing. SEV SEV bjóðar tær: Upplæring Ávirkan á egið arbeiði Viðkomandi skeið Løn Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknin Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jón Nielsen, leiðara á Rakstrardeildini, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er mánadagin 27. januar 2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari Sølufólk til Vollabúðina sp/f SP/F VOLLABÚÐIN Vit søkja eftir einum sølufólki til fulla ella hálva tíð. Vollabúðin sóknast eftir einum sølufólki, sum brennir fyri sølu, er ágrýtin, jalig/ur og kundavinarlig/ur. Týdningarmikið er at tú setir teg inn í tingini, so at tú kanst tæna kundanum á besta hátt; og kann arbeiða sjálvstøðugt. Sum sølufólk í Vollabúðini kemur tú millum anna at umsita. Kundaráðgeving Sølu / innkeyp Vørumóttøku Vøruupseting Uppfylling o.a Vit bjóða tær eitt starv sum er sera fjølbroytt og spennadi, við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Góða og grundiga upplæring í øllum vørubólkum sum handilin umsitur. Vollabúðin hevur eitt breitt vøru úrvæl. Vit selja millum anna: Búnýti, máling, gólv, loft, hvítvørur, køkar, baðirúmsmøblar, klædnaskáp við skjótihurðum og súkklur. Royndir innan áður nevndu vørubólkar, hava fyrimun, men er tó ikki ein treyt. Løn sambart avtalu. Umsóknarfreistin er 1. januar 2019. Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til vollabudin@mail.fo Spurningar um starvið kunnu setast Birgir av Vollanum, stjóra, á tel. 223596 Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnað Vollabúðin sp/f Heiðavegur 100 600 Saltangará Tlf : 449649 ella 223596 Sandoy Seafood søkir eftir fólki til reinskering, pakking o.a. at byrja beinanvegin P/F SANDOY SEAFOOD Sandoy Seafood søkir eftir fólki til reinskering, pakking o.a. at byrja beinanvegin Arbeiðstíðin er frá kl. 8:00 - 16:00. Um hetta hevur tín áhugað, verður tú biðin um at seta teg í samband við Evu tlf. 778817 / Hedvig tlf. 778822 LISTASAVN FØROYA LÝSIR EFTIR NÝGGJUM STJÓRA LISTASAVN FØROYA Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er hervið leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. mai 2019 at rokna. Listasavn Føroya er tjóðlistasavnið í Føroyum. Listasavnið hevur til endamáls at fáa til vega, skráseta og varðveita føroyska myndlist í fortíð og nútíð umframt at virka fyri gransking og miðling við denti á tað, sum savnið eigur. Listasavnið varpar eisini ljós á útlendska myndlist við týdningi fyri føroyska list umframt list úr Norðuratlantsøkinum. Stjórin er listaligi og umsitingarligi leiðarin í Listasavni Føroya við ábyrgd mótvegis stýrinum á savninum. Stjórin skal tryggja menningina av savninum sum leiðandi stovnur í Føroyum innan myndlist umframt leiklutin sum fremsti aktørur á økinum í mun til útlond. Uppgávur Stjórin hevur til uppgávu: • At røkja dagliga raksturin, herundir umsiting, samsvarandi endamáli savnsins og innan fyri givnu fíggjarligu karmarnar. • At menna mannagongdir fyri keypi, skráseting, varðveitslu, gransking og miðling, undir hesum talgilt samskifti, innan fyri karmarnar av yvirskipaðari visjón fyri virksemið á savninum. • At seta í verk hesar mannagongdir sambært einari nærri raðfesting av virkisøkjum. • At ráðgeva og samstarva við almennar myndugleikar, føroyska listalívið, søvn, stovnar, skúlar og almenningin sum heild. Fakligir førleikar • Umsøkjarin skal hava listasøguliga útbúgving á kandidatstigi – ella: • eina líknandi listafakliga ella savnsliga útbúgving við royndum, sum metast at geva fakligu førleikarnar til at røkja starvið. Umsøkjarar við savnsroyndum hava fyrimun. Tað verður mett sum ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir á savni og/ella kunnleika til búskap og umsiting. Persónligir førleikar Umsøkjarin skal vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hava góðar samskiftis- og samstarvsførleikar umframt vera ágrýtin og nýskapandi við virðing fyri tí, sum sermerkir savnið. Lønarviðurskifti og setanartreytir Stýrið setur stjóran. Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað til 5 ár við møguleika fyri leinging í 3 ár. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag. Samband Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stýrisformannin Niels Christian Nolsøe, M + 298 57 09 05, nich.nolsoe@gmail.com ella savnsstjóran Nils Ohrt, T +298 31 35 79, nils@art.fo Móttakari Umsóknin við avriti av útbúgvingarprógvum, CV og týðandi skjølum skal sendast til: Listasavn Føroya Att. Niels Christian Nolsøe, stýrisformaður Gundadalsvegur 9 Postboks 1411 FO-110 Tórshavn Umsóknin skal vera Listasavni Føroya í hendi áðrenn 31.1.2019 Listasavn Føroya varð stovnað sum sjálvsognarstovnur í 1989 við stýri sum telur fýra limir valdir av Listafelag Føroya og Føroysk Myndlistafólk. Savnið verður rikið sambært Viðtøkur fyri Listasavn Føroya frá 4.7.2016 við fígging, sum stavar frá rakstrarjáttan á Løgtingsins fíggjarlóg, egnum inntøkum umframt stuðul frá Tórshavnar kommunu. Stáldeildina á MEST í Tórshavn P/F MEST Starvsfólk til Stáldeildina á MEST – at byrja beinanvegin Søkt verður eftir verkafólki til Stáldeildina á MEST í Tórshavn at byrja beinanvegin. Um tú hevur spurningar starvinum viðvíkandi, vend tær til Kartin Lervig, formann á Stáldeildini. Teldupost: kartin.lervig@mest.fo ella á telefon 791141. Send umsóknina til berghild.jacobsen@mest.fo Portal.fo - 24.01.19 Tíðindi Horvni fótbóltsleikarin sendi eini boð heim áðrenn flogfarið hvarv Emiliano Sala fortaldi vinum og familjum, at har vóru trupulleikar við flogfarinum. Ari av Rana Nýggja leikarakeypið hjá Cardiff City í enska Premier League er horvin. Emiliano Sala var á veg til Wales, tá lítla flogfarið hann var í hvarv. Nú fortelur pápi Sala, at leikarin sendi boð til vinir og familju, meðan hann var í luftini, um at har vóru trupulleikar við flogfarinum. - Vit eru umborð á flogfarinum, og tað er sum um at tað skjótt dettur niður. Um tit ikki hava hoyrt frá mær innan hálvan annan tíma, veit eg ikki um nakar verður sendur at leita eftir mær. Eg veit ikki um tað yvirhøvur er gjørligt. Åh Gud, eg eri so bangin, segði Sala í boðunum. Í gjár váttaðu fronsku myndugleikarnir, at Sala var á veg úr Nantes í Fraklandi til Cardiff í Wales í einum lítlum flogfari. Flogfarið hvarv av radaranum áleið 20 kilometrar frá Guernsey. Enn er hálka Serliga norðanfyri verða bilførarar bidnir um at ansa sær Kavin prýðir enn fjallatindar, og á vegnum ger frost fortreð. Landsverk boðar aftur í morgun frá hálku í støðum. Í Gerðabøi í Klaksvík verður aftur í morgun boðað frá hálku. Eisini verður boðað frá, at roknast kann við hálku á Dalavegnum til Viðareiðis og vesturi á Vatnsoyrum. Sí koyrilíkindini her. Børn telja og spæla í nýggjari app Nám gevur út heildina Í Tallandi, sum er støddfrøðiapp og tvær støddfrøðibøkur til børn í barnagarðaldri. Talland er eitt stuttligt og lærandi land við tølum, har føroysk barnagarðsbørn nú kunnu læra at telja og rokna við spølum og myndum. Høvuðsuppgávan í spæliappini Í Tallandi er at hjálpa pappageykinum Pól í føðingardagveitslu hjá vinkonuni Karinu. Í spælinum eru átta uppgávur, sum børnini skulu loysa fyri at hjálpa Pól. Og við at spæla, læra børnini at skriva tølini 1 til 9 og fáa fatan av mongd og skapi. Børn í barnagarðsaldri læra fyrst og fremst við spølum, har tey kunnu gera vart við seg, luttaka og vera skapandi. Tá ið arbeitt verður við at fáa barnið at skilja støddir og tøl, ræður um at hava tað stuttligt, at spæla og arbeiða saman við øðrum, og tað hevur týdning at fylgja við menningini og at skráseta tey framstig, ið verða gjørd. Alt hetta er í bókunum, sum hoyra til spæliappina, Í Tallandi 1 og Í Tallandi 2. Bøkurnar eru, eins og appin, ætlað børnum í barnagarðsaldri, og snúgva seg eisini um tøl og talhugtøk. Í bókunum verður í stuttum greitt frá arbeiðsuppgávunum yvirskipað, og niðast á hvørjari síðu eru nærri leiðbeiningar til tey, ið taka sær av barninum, og greitt verður frá, hvat vant verður í hvørjum einstøkum føri. Talibløðrur eru bæði her og har við hugtøkum ella spurningum, sum egna seg væl til kjak og prát. Tóra Tóroddsdóttir hevur týtt og tillaga út íslendskum. Heildin er ætlað bæði stovnum og foreldrum/børnum heima. - Nám USA vil hava fíggjarstjóran í Huawei útflýggjaða Meng Wanzhou varð handtikin í Kanada í desember Ari av Rana USA vil hava fíggjarstjóran í risastóru kinesisku telefyritøkuni Huawei útflýggjaða. Fíggjarstjórin, Meng Wanzhou, varð handtikin í Kanada í desember, tá hon skuldi millumlenda. Nú fer amerikanska løgmálaráðið at søkja um at fáa fíggjarstjóran útflýggjaða til USA, skrivar Reuters. Orsøkin til at USA vil hava fatur á fíggjarstjóranum, er so at landið kann ákæra hana fyri brot á revsitiltøk um handil við Iran og fleiri onnur tilfeldi av fíggjarligum sviki. Handil við Iran er ólógligt í USA? Eg ivist hvar vápnini koma frá í Iran. Chris Brown er leyslatin Franska løgreglan sleppur ákærunum um neyðtøku Ari av Rana Kendi amerikanski sangarin Chris Brown varð í gjár handtikin í Paris. Franska løgreglan handtók sangarin, tí at hann var undir illgruna fyri neyðtøku. Chris Brown, ein vinur hansara og lívverji hansara vórðu handtikinir í gjár, men eru nú allir leyslatnir. Fronsku ákærumyndugleikarnir hava slept ákærunum um neyðtøku. Chris Brown hevur fyrr verið í stríð við lógina fleiri ferðir, og var í 2009 dødmur fyri harðskap móti táverandi unnustu síni, sum var kenda sangarinnan Rihanna. Veðrið komandi dagarnar Fyri tað mesta turt fram til vikuskiftið Ari av Rana Hitin kvinkar seg uppeftir, vindferðin verður ikki so stór, og fyri tað mesta verður turt fram til vikuskiftið. Í dag boðar veðurforsøgnin frá andøvsgul til frískan vind av vestri, millum 7 og 10 m/s. í dag er turt, men í kvøld fer at regna, um 0,7 mm. Hitin í dag millum 4 og 5 hitastig. Hósnáttina er frískur vindur av vestri, um 9 til 10 m/s. Avfallið verður 0,5 mm og hitin um 5 hitastig. Í morgin er turt fram til um kvøldið, tá tað fer at regna, um 2,7 mm. Vindurin minkar niður í gul til andøvsgul av útsynningi og landsynningi, millum 5 og 7 m/s. Hitin alt døgnið millum 5 og 6 hitastig. Fríggjanáttina og fyrrapartin fríggjadag regnar, millum 0,7 og 1,1 mm. í luftini er hann frískur og strúkur í vindi, millum 8 og 11 m/s. Hitin minkar úr 6 hitastigum niður í 3 hitastig. Sí veðurforsøgnina her. Eingin sigling til Skúvoyar fyrrapartin Ov nógv brim órógvar siglingina Ari av Rana Strandfaraskip Landsins boðar frá, at siglt verður ikki til Skúvoyar í løtuni. Orsøkin til at siglingin fyribils er avlýst, er at ov nógv brim er. Silgt verur tí ikki fyrrapartin. Huawei hóttir við at rýma úr vesturlondum Fleiri lond hava sett forboð fyri at Huawei byggir teirra 5G netverk Ari av Rana Huawei vil ikki verða har, sum man ikki er vælkomin. Í eini talu í toppfundi í Davos, segði formaðurin í kinesiska telerisanum, Liang Hua, at fyritøkan umhugsar at flyta sítt virksemi úr vesturlondum og til lond, har fyritøkan er vælkomin, og har vilji er til at samstarva. Orsøkin til útsøgnina er, at fleiri vesturlendsk lond nokta felagnum fyri at byggja 5G netverk í teirra landi. Eitt nú USA, Stórabretland, Kanada, Avstralia og Týskland hava tosa um teirra ótta fyri tætta samstarvinum millum Huawei og kinesisku stjórnina, skrivar danska TV2. Eisini Danmark hava politikarar tosa um vanda við at lata Huawei byggja 5G netverki í landinum. Í Føroyum samstarva bæði Føroya Tele og Hey við Huawei. Minnir meg um‚ tá lond boykottaðu Russland. Hetta er ein av tí sakunum‚ sum eru faktisk rasistisk. Hendan hóttan ímóti felagunum‚ er einast tí at tað er eitt stórt Kinesiski felag Jákup Dam: "Tað er ein tænasta fyri fólk, ið somuleiðis skal minka um ferðsluna" Turið Justinussen Áðrenn kommunala bussleiðin verður boðin út av nýggjum í 2020, skal hon umskipast, og skjótt verður greitt, hvat umskipanin heilt ítøkiliga kemur at hava við sær. Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, miðar ímóti einum øktum túratali og eini bussleið, ið eisini umfatar vikuskiftið Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu játtar, at í løtuni verður arbeitt miðvíst við eini umskipan av bussleiðini til tess at betra hana. Men av tí, at málið enn ikki er liðugt viðgjørt politisk, fær Jákup Dam ikki sagt, júst hvør ætlanin er. Hann letur tó frætta, at ein týðandi liður í ætlanini er eitt økt túratal, ið eisini umfatar vikuskiftið. - Vit kunnu staðfesta, at tað gerast fleiri og fleiri bilar, og eg meini, at tað verður orða so í samgonguskjalinum, at bussleiðin skal vera eitt alternativ til bilin. Tað vil siga, at tú skalt kunna lata bilin standa og ístaðin taka buss hvønn dag. Men koyrir hann ikki hvønn dag, er tað jú ein trupulleiki, sigur Jákup Dam og greiðir frá, at ætlanin at umskipa bussleiðina sostatt er bæði tænastu- og umhvørvissinnað. - Tað er ein tænasta fyri fólk, ið somuleiðis skal minka um ferðsluna, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting. Ein annar fyrimunur, Jákup Dam nevnir er, at tað er nógv meira praktiskt, at fólk ikki rinda fyri busstúrin. Orsøkin er, at tað er ómaksleyst hjá bussførarum, og skipanin er lættari at umsita. - Tað hevur verið nógv kjakast um, um fólk eitt nú skulu hava okkurt slag av korti at vísa fram, tá tey stíga umborð, og um ferðafólk eisini skulu kunna gera sær dælt av ókeypis bussleiðini. Eina loysn hesum viðvíkjandi, ætla vit at finna saman við veitarum í ferðavinnuni. - Tilgongdin er eitt sindur sum telving, men tað verður heilt skótt greitt, hvat man politiskt kann semjast um, letur Jákup Dam at enda frætta og skoytir uppí: - Vónandi fáa vit eina betraða bussleið við teirri høvuðsbroyting, at hon eisini umfatar vikuskiftið. Eisini frítt aðrastaðni Aðrastaðni royna tey seg eisini við skattafíggjaðum almennum fólkaflutningi. Eitt nú í Tallinn, høvuðsstaðnum í Estlandi, har fólk, búsitandi í býnum og við hvør sínum grøna korti, frítt kunnu nýta bussar, tok, sporvogn og annan almennan fólkaflutning. Týskland hevur ætlanir um at royna seg við ókeypis almennum fólkaflutningi til tess at tálma luftdálkingini, og somuleiðis hevur endurvalda samgongustjórnin í Luxembourg við forsætisráðharra, Xavier Bettel á odda, ætlanir um at innføra eina ókeypis almenna fólkaflutningsskipan komandi summar. Tað er til gagn borgarar uttan egna bil súklu knallert motorsúklu vit áttu fingi skipa einvegis ferðslu og gjøgnumgangandi ferðslu betri og parker ingsforboð Útlendingar búsitandi á Suðuroynni fáa ókeypis undirvísing í føroyskum Endamálið við undirvísingini er at læra at skilja føroyska samfelagið betur. Ari av Rana Nú veðrur skipað fyri føroyskari undirvísing fyri útlendingar í Suðuroynni. Undirvíst verður í føroyskum máli, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskiftum og rættindum og skyldum. Endamálið við undirvísingini er at læra at skilja føroyska samfelagið betur, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. Undirvísingin verður býtt upp í byrjanarstigi í føroyskum og víðarikomin. Kommunan skrivar, at innleiðsludagur verður leygardagin 13.oktobur, og at tað hevur alstóran týdning fyri luttakararnar, at teir royna at møta upp til innleiðsludagin. Les meira um undirvísingina her. Búsitandi á Suduroynni? Hatta havi eg ongantíd hoyrt fyrr. Í Suduroynni, í Vági, í Hvalba, á Tvøroyri. MasterCard fingið risastóra bót ES gevur MasterCard fleiri milliardir í bót fyri at hava hildið kostnaðinum fyri at brúka kortið kunstigt høgan Ari av Rana ES-nevndin hevur revsa MasterCard fyri at hava svika við kostnaðinum at brúka kortið. Sagt verður, at MasterCard hevur brotið ES-reglur, við at halda kostnaðin at brúka kortið kunstigt høgan. MasterCard hevur tí fingið bót á 4,3 milliardir krónur. Margrethe Vestager, kappingarráðharri í ES-samveldinum sigur, at við at forða handilsfólki í at velja bestu treytirnar frá bankum í øðrum ES-limalondum, hevur MasterCard hildið kostnaðin fyri brúk av teirra korti, kunstigt høgan. At tað ikki tað‚ sum er gott við MasterCard? At man kann føla seg sikran‚ at mann ikki nýtir ovnógv‚ fornógv ella meira enn tú eigur‚ vert av pengum? Ella misskilji eg hetta? Bygdaleiðir verða bjóðaðar út av nýggjum Sáttmálaskeiðið verður longt úr 5 árum til 7 ár Ari av Rana Strandfaraskip Landsins bjóðar nú uppgávuna út aftur at røkja Bygdaleiðir fyri komandi árini. Koyringin á Bygdaleiðum hevur seinastu mongu árini verið rikin av privatum bussfeløgum við grundarlagi í sáttmálum, sum hava verið bodnir út alment. Ein týðandi broyting í nýggju útbjóðingini í mun til seinastu útbjóðing er, at sáttmálaskeiðið verður longt úr 5 árum til 7 ár, ið er treytað av, at heimild fæst fyri hesum smb. Løgtingslóg nr. 82 um fólka- og farmaflutning. Aðrar munandi broytingar eru, at allir bussar eftir eina skiftistíð skulu taka koyristólar, umframt at hava positióneringsútgerð umborð, so tey ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú. Samfelagið og ikki minst ferðavinnan broytist og gerast alsamt meira dynamisk. Tað setur framhaldandi størri krøv til busskoyringina. Eisini setur tað krøv til arbeiðstakararnar og Strandfaraskip Landsins um at veita eina munagóða tænastu við trygdini í hásæti. Freistin at lata inn tilboð um at vera við til at røkja Bygdaleiðir er 1. mars 2019, boðar Strandfaraskip Landsins frá. Mitt í sjónum: Føroysk shippingvinna Stórt tiltak í Runavík, har sjóneykan verður sett á týdningin av shippingvinnuni fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur Hvønn týdning hevur shippingvinnan fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur? Hvat fer havnaútbyggingin í Runavík at bera við sær? Kann shippingvinnan gerast meira umhvørvisvinarlig? Og kann Strandferðslan sigla við el ístaðin fyri olju millum oyggjarnar? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum sjóneykan verður sett á á einum tiltaki í Løkshøll í Runavík mikudagin 30. januar kl. 19. Tað er Javnaðarflokkurin, sum hevur tikið stig til tiltakið. Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at seta sjóneykuna á týdningin av shippingvinnuni fyri føroyska búskapin og fyri aðrar vinnur. Harumframt verður spurt, hvussu shippingvinnan og sjóferðsla yvirhøvur kunnu gerast meira umhvørvisvinarlig. Tiltakið er skipað við 6 framløgum umframt pallborði við føroysku luttakarunum. Tiltakið er alment og ókeypis. Fyribils skrá og luttakarar: - “Virðisskapan í Føroyum”: Jens Meinhard Rasmussen, CEO Skansi Offshore - “Havnaútbyggingin í Runavík”: Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu - “Farmaflutningur í Norður-Atlantshavinum”: Bogi P. Nielsen, Stjóri í Faroeship - “Altjóða shippingvinnan og umhvørvisavbjóðingar”: Bingbing Song, IMO - “Tað ber til at leggja um frá olju til el á styttri teinum”: Henrik Fald Hansen, Forsea Ferries - “Dálking frá skipum og lóggávan”: Ingvard Fjallstein, Umhvørvisstovan Pallborð 
Óluva Zachariasen verður orðstýrari. Her eru nakrar viðkomandi leinkjur um týdningin av vinnuni fyri Føroyar og um herd umhvørviskrøv: Skandinaviskur tríkantsleikur um tvey pláss í hálvfinalunum Stórur spenningur er undan seinastu dystunum í millumumfarinum í HM í hondbólti. Ingi Samuelsen Stórur norðurlendskur spenningur er undan seinastu dystunum í millumfarinum í HM-kappingini í hondbólti fyri menn í Danmark og Týsklandi. Svøríki og Danmark hittast um rættin at koma víðari í semifinaluna, og úrslitið av hesum kann fáa ávirkan á um eitt triðja norðurland, Noreg, sleppur víðari. Støðan er tann, at Noreg skal spæla móti Ungarn áðrenn brakið millum Danmark og Svøríki, og um norðmenn vinna, so kann Svøríki forða fyri norskari luttøku í hálvfinalunum, um sviar vinna við trimum ella fýra málum. Um Svøríki skorar yvir 30 mál og vinna við tveimum, so sleppa sviar eisini víðari heldur enn Noreg. Avtalað spæl sæð fyrr Í Noregi óttast tey nú fyri vandanum, at norðmenn og danir fara at spæla avtalað spæl fyri at sleppa undan Noregi í hálvfinalunum. Og tað er als ikki óhugsandi, at londini fara at spæla fyri einum serligum úrslitið. Tað sigur hándbóltsserfrøðingurin hjá NRK, Håvard Tvedten og sipar til EM-kappingina í 2012, tá Noreg misti luttøkuna í endaspælinum, tí Slovenia, sum var á odda við fýra málum, lat Ísland fáa tvey mál móti endanum av dystinum. NRK hevur tosað við danska leikaran, Mads Mensah, sum opið sigur seg dáma betri um Svøríki kom víðari heldur enn Noreg, men hann leggur tó afturat, at Danmark sjálvandi fer út fyri at vinna dystin í kvøld. Danmark best fyri Støðan í bólkinum i løtuni er tann, at Danmark hevur 8 stig og Noreg og Svøríki hava 6 stig. Tað verða tvey av hesum londum, sum koma víðari. Í innanhýsis dystunum higartil hevur Danmark vunnið 30-26 á Noregi og Noreg hevur vunnið 30-27 á Svøríki. Í ringasta føri kann tríkantsleikurin millum londini enda við, at lutakast skal til fyri at finna útav, hvør sleppur víðari. NRK vísir á, at um Noreg vinnur 29-25 á Ungarn og Svøríki vinnur 29-27 á Danmark, hava Noreg og Svøríki eins nógv stig, eins málmun bæði totalt og innanhýsis, sama tal av skoraðum málum og sama tal av innlatnum málum. Og so skal lutakast til fyri at finna hvør sleppur víðari. Nógvir møguleikar Sum sæst, so liggur Danmark best fyri. Danmark skal bara vinna, spæla javnt, ella Noreg skal tapa móti Ungarn, so eru danir tryggjaðir luttøku í hálvfinaluni. Danmark kann eisini koma víðari, hóast teir tapa móti Svøríki, men ikki við meira enn fýra málum, tó við fimm málum um teir sjálvir skora minst 27 mál. Svøríki kemur víðari, um teir vinna við minst trimum málum móti Danmark í kvøld, við tveimum málum, um teir skora 30 mál ella feiri og teir vinna ella spæla javnt móti Danmark samstundis sum Noreg tapir móti Ungarn. Noreg kemur víðari um Danmark vinnur á Svøríki, um Noreg vinnur á Ungarn samstundis sum Danmark og Svøríki spæla javnt, ella um Noreg vinnur á Ungarn, og Svøríki vinnur við einum ella tveimum málum og skorar 28 mál ella færri (so kemur Danmark eisini víðari) ella um Svøríki vinnur við minst seks málum ella fimm og skorar 30 mál ella færri (so kemur Svøríki víðari) Jú – møguleikarnir eru nógvir og spenningurin stórur. Dysturin millum Noreg og Ungarn byrjar klokkan 16 (sæst á DR2) og dysturin millum Danmark og Svøríki klokkan 19.30 (TV2). Danir og norđmenn fara at gerđa avtalađ spæl fyri at sleppa undan Noregi í halvfinaluni Byggifrøðingar fingu prógv á Glasi Í gjár fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi Tíðindaskriv Í gjár fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi. Talan er um eina bahcelor útbúgving, sum Glasir bjóðar út í samstarvi við VIA University í Horsens. Møguleikin at taka eina slíka útbúgving í Føroyum er í høgum meti millum lesandi og vinnu, tí ikki øllum dáma at fara av landinum at nema sær útbúgving. Hesir seks hava fyrst tikið Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøðiútbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroyar, har teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan. Seinasta hálva árið hava teir húsast á Glasir 700, sum er gamli Handilsskúlabygningurin í Marknagili, har teir hava fingið holla vegleiðing frá undirvísarum á Glasi í sambandi við endaligu verkætlanina. Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndar verkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í gongd eftir hesi ætlan, tey vera ætlandi liðug um hálvt annað ár. Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, sum eisini ætla sær at halda fram at lesa til Byggifrøðing í Føroyum. - Glasir Hattar ljóðar gott, so vita teir hvat teir ikki skullu gerða. Hopi teir kundi ávist feilir Odmar Færø skiftir til HamKam Landsliðsmiðverjin skal nú spæla í 2. deildarliði Noregi. Ari av Rana Miðverjin á føroyska landsliðinum, Odmar Færø, skiftir til HamKam, sum spælir í aðru deild í Noreg. HamKam hevur júst boða frá á heimasíðuni, at felagið hevur gjørt sáttmála við Odmar Færø. Um Odmar skrivar HamKam, at hann er 29 ára gamal, kemur frá toppfelagnum B36 Tórshavn, og hevur spælt 24 landsdystir. Eisini skrivar felagið, at royndi miðverjin seinastu árini var liðskipari hjá B36, sum hevur spælt fleiri undankappingardystir í Europa League seinastu árini. Ítróttarstjórin í HamKam sigur, at er ein klassiskur miðverji, og ein ordiligur stríðsmaður. Odmar hevur gjørt eitt ára sáttmála við HamKam, sum spælir í næst bestu norsku deildini. Higuain fáar tímar frá at gerast Chelsea leikari Leikarin er til læknakanningina. Ari av Rana Um einki óvænta hendir komandi tímarnar, skifti argentinski áleyparin Gonzalo Higuain til Chelsea. Á tíðindafundi fyri løtu síðani segði venjarin hjá Chelsea, Maurizio Sarri, at nú eru bert fáir tímar inntil Higuain kann kalla seg Chelsea leikara. Sky Sports segði avdúkaði fyrr í dag, at Higuain var í gongd við læknakanning í London. Higuain verður tó ikki klárur til hálvfinaludystin í Carabao Cup millum Chelsea og Tottenham, sum verður spældur í morgin. Higuain hevur seinasta hálva árið verið útleigaður frá Juventus til AC Milan. Kioskin verður flutt til umvælingar Býarmyndin kemur tó aftur í nýumvældum líki at selja góðgæti, bløð, kaffi og panini á Vaglinum Ingi Samuelsen Í dag flytir ein sermerkt býarmynd úr miðbýnum í Havn. Kioskin hjá Astu við Tinghúsvøllin verður flutt niðjan í eina høll á Sandvíkarhjalla, har hon skal høvuðsumvælast. Og í apríl verður kioskin aftur at síggjast í miðbýnum, tá umvælda kioskin letur uppaftur við góðgæti, bøøðum, kaffi og panini, sum kann njótast á eini terassu uttanfyri. Hetta upplýsir felagið Gist & Vist í tíðindaskrivi sínum, kallað #meiraavtígóða. Í summar frættist, at Gist & Vist hevði yvirtikið kioskina hjá Astu Jacobsen á Vaglinum í Havn. Nú verður so farið undir at høvuðsumvæla eyðkendu býarmyndina so hon kann lata upp aftur í sama líki, reyð og hvít við bláum hatti, í apríl. Kioskin á Vaglinum, ella kioskin hjá Astu, ið hon vanliga verður nevnd, varð bygd í 1934 av pápa Astu inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin. Kioskin varð teknað av navnframa arkitektinum H.C.W Tórgarð, ið m.a. teknaði Sjónleikarhúsið, Amtslæknahúsnini og Sjómansheimið (nú Hotel Tórshavn). Nú kioskin verður høvuðsumvæld, verður tað Martin Tórgarð, abbasonur H.C.W Tórgarð, ið stendur fyri arbeiðinum. Asta var 15 ára gomul, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum í 1945. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini, og hevur staðið har nærum uttan íhald til nú, hon legði frá sær 87 ára gomul. Burton skal venda 9-0 tapi móti meistarunum Burton tapti 9-0 í fyrru hálvfinaluni móti Manchester City. Í kvøld fær liðið møguleika at hevna seg. Ari av Rana Í kvøld verður seinna hálvfinalan millum Burton Albion og Manchester City í Carabao Cup steypakappingini spæld. Burton var fyri lemjandi tapi í fyrru hálvfinaluni, tá ensku meistararnir vunnu heili 9-0. Burton hevur so gott sum ongan livandi kjans at spæla seg víðari til finaluna, men í kvøld fáa teir møguleikan at reisa seg á heimavølli móti ríkmannafelagnum. Dysturin verður spældur kl. 19:45. Helst trolarar ið eru orsøk til vánaligt internet Staðfest eru tvey brek á samskiftiskaðlar í Grønlandi Ingi Samuelsen Møguliga er tað ein trolari, ið er orsøk til at nógv fólk í Grønlandi í hesum døgum uppliva vánaligt internetsamband. Tað upplýsir grønlendska telefelagið, Tele-Post, í einum tíðindaskrivi í dag. - Vit vilja minna trolarar á, at sjókaðalarnir eru avmerktir á kortunum, og at fiskifør tí skulu vísa varðsemi, tá tey eru nærhendis. Talan er um viðkvæmt infrakervi av týdningi fyri tjóðina, og trupult er at bøta um skaðarnar, sigur Jonas Hasselriis, tøkni- og kt-stjóri hjá Tele-Post, sambært blaðnum Sermitsiaq. Tað ber ikki til at siga við vissu, at tað er ein trolari, ið er orsøkin til skaðarnar. Men hetta verður kannað nærri. Tele-Post váttar, at talan nú er um tvey slit á internetsambandinum umvegis sjókaðal í Grønlandi. Millum jólanna slitnaði sambandið millum Nuuk og Qaqortoq og nú er eitt brot staðfest á kaðalinum sunnan fyri Sisimiut eisini. Jonas Hasselriis sigur við Sermitsiaq, at tey nú, saman við veitaranum, arbeiða við at finna skip, ið kann bøta kaðalin aftur, men tað kann ganga ein tíð, tí skipið er upptikið av øðrum uppgávum. - Fólkaræðið er sett til viks, tí samgonguleiðararnir ikki fáa mannað lið Meirilutin í fíggjarnevndini heitir á landsins leiðslu at skriva út nýval Sverri Egholm Meirilutin í fíggjarnevndini heitir í tíðindaskrivi í dag á landsins leiðslu í fyrsta lagi at virða ein demokratiskan meiriluta, og í øðrum lagi at skriva út nýval. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent fíggjarnevndini fundarboð mánadagin 28. januar at viðgera broyting til løgtingslóg um landsins játtanarskipan. Men meirilutin í fíggjarnevndini sær onga meining í at møta á fundi í landsstýrinum, nú landsstýrið hevur noktað fíggjarnevndini at hava fund í Løgtinginum. Tað siga teir fýra í meirilutanum í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, í tíðindaskrivi seinnapartin. - At landsstýrið hevur yvirtikið arbeiðið í fíggjarnevndini er ikki nakað nýtt. Hetta hevur andstøðan í fíggjarnevndini víst á í fleiri umførum, seinast tá fíggjarlógin fyri 2019 var til viðgerðar. Nú er sjón fyri søgn, at fólkaræðið er sett til viks, tí samgonguleiðararnir ikki fáa mannað lið. - Fíggjarnevndin er tikin til gísla og alt arbeiðið steðgað. Samgongan setir persónsspurningar og persónligt vald hægri enn samfelagsins áhugamál. Slík valdsmisnýtsla frá teimum, sum siga seg verða vald at fáa álit aftur á politisku skipanina, undirgrevur alt álit á politisku skipanina. - Meirilutin í fíggjarnevndini heitir staðiliga á landsins leiðslu í fyrsta lagi um at taka annað skinn um bak og at virða ein demokratiskan meiriluta; og í øðrum lagi at skriva út nýval. Samgongu rotinskapurin bara vesnar, hetta endar hellst við at Moduro persónliga kemur her at leggja okkara antidemokratisku diktator wannabe's lag á Tað er eingin rotinskapur í samgongu síggj www.oljan.fo shippingvinnan javnaðarflokkur skipar fyri mikukvøldi 30 januar kl 19 í løkshøll í Rúnavík ein upprudding eftir tíð undanfarnu samgongu í bert hevur nýtt valskeiði spæla hund við samgongu. Ger Ruth Wang ikki júst tað, sum løgmaður og landsstýrið hevur ákært Kristin Mikkelsen fyri at gera í Tvøroyrar býráð, og við vælsignilsi frá løgmanni sjálvum. Mangt er undarligt, segði abbi. tád samgongan ikki fær manna lid, so er bara at fara av vøllinun, sodanar henga tingini sæman, ongin makt nísla, bara fara til hús, also Cirkus Tinganes Upployst Vit hava minnilutastjørn til løgtingsval aftan á fólkatingsval cirkus tinganes er nógv broyt tey seinast mongu ár við nýggjum politisk um leikarum Norðborg landar heilfrystansvartkjaft í Ánunum Norðborg hevur fiskað í føroyskum sjógvi Kiran Jóanesarson Verksmjiðjuskipið Norðborg landar í Ánunum í dag. Teir hava umleið 1300 tons av heilfrystum svartkjafti, sum verður landaður til frystigoymslurnar í Ánunum. Upplýst verður, at fiskiskapurin hendan túrin hevur verið góður, og at riggað verður til at fara aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa. Ikki umstøður at leita eftir ferðamanni í løtuni Enn hevur ikki borið til at sloppið framat teimum støðum í Fugloy sum enn mangla Sverri Egholm Líkindi hava ikki verið til at sloppið framat støðum í Fugloy, har tyrla, staðkend fólk og løgregla ikki fingu leita eftir einum ferðamanni úr Eysturríki, sum hvarv tann 11. januar. Tá umstøðurnar eru betri at ganga í fjøllunum verður farið at leita í teimum støðum, har ikki hevur verið leitað áður, visti útvarpið í kvøld. Løgreglan ger ikki meira við málið í løtuni uttan so, at okkurt verður funnið, sum gevur orsøk at taka leitingina uppaftur. Einki vitni hava vent sær til løgregluna síðani leitingin steðgaði týsdagin í síðstu viku. Les eisini: Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy Búi Rouch fekk virðislønina til ungt listafólk Búi Rouch er ein av ungu slóðbrótarunum í síni listagrein og hevur víst gávur sum fáur, var millum annað grundgevingin Alda Nielsdóttir Í kvøld handar Aksel V. Johannesen, løgmaður, mentanarvirðislønirnar, nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum. Virðislønirnar verða handaðar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Virðislønina til ungt listafólk fekk Búi Rouch, dansari. Virðislønin er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Búi er ein av ungu slóðbrótarunum í síni listagrein og hevur víst gávur sum fáur. Virðislønin verður latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum ígjøgnum dansin, stóð millum annað í grundgevingini. Í fjør var tað Konni Kass, sum fekk hesa virðislønina. Astrid Andreasen fekk heiðursgávu landsins Astrid Andreasen hevur verið virkin sum vísindarligur teknari í meira enn 20 ár. Alda Nielsdóttir Í ár varð tað Astrid Andreasen, vísindarligur teknari og listakvinna, sum fekk heiðursgávu landsins. Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur og verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Astrid Andreasen fekk heiðursgávu landsins fyri sítt ómetaliga stóra íkast til at skjalprógva mentanar- og náttúruarv okkara gjøgnum vísindarliga tekning, stóð millum annað í grundgevingini. Í fjør var tað Frits Johannesen, sum fekk heiðursgávu landsins. Hjartaliga tillukku við heiðursgávuni. Bárður Jákupsson fekk mentanarvirðisløn landsins Fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemi hansara verður mentanarvirðisløn landsins 2018 latin Bárði Jákupssyni, stóð m.a. í grundgevingini Alda Nielsdóttir Mentanarvirðisløn landsins varð í ár latin Bárði Jákupssyni, listamanni. Virðislønin er 150.000 krónur og verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemi hansara verður mentanarvirðisløn landsins 2018 latin Bárði Jákupssyni, stóð millum annað í grundgevingini. Tá mentanarvirðisløn landsins varð handað í fjør, var tað Barbara í Gongini, sum fekk hendan heiður. Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy Pápi 29 ára gamla ferðamannin, ið var útbúgvin astrofysikari, hevur verið í Fugloy í dag og hugt at umstøðunum Ingi Samuelsen Nógv viðurskifti eru framvegis ógreið, og nógvir spurningar ósvaraðir viðvíkjandi 29 ára gamla eysturríkaranum, sum leitað varð eftir úti í Fugloy í fleiri dagar, tó uttan úrslit. Oftast setti spurningurin er tó, um tað var ætlan hansara, at hann ikki skuldi finnast. Gongutúr í Fugloy 29 ára gamli Lukas G. kom til Føroya við flogfari úr Keypmannahavn hósdagin og fór víðari við tyrluni til Hattarvíkar fríggjadagin. Ein hattarvíkingur tosaði stutt við einsamalla ferðamannin og fekk at vita frá honum, at hann skuldi ein gongutúr – hike. Síðan hevur ongin sæð nakað til Lukas. Seinnapartin fríggjadagin gjørdust fugloyingar óttafullir um mannin. Ongin hevði sæð hann aftur, og veðrið var so mikið ringt, at Ritan, ið hann, sum skilst, skuldi av aftur oynni við, fekk ikki lagt at í oynni. Maðurin varð tí eftirlýstur og leiting varð sett í verk við luttøku av bæði lokalum fólkum og staðkendum løgreglufólkum, sum vóru í oynni. Hundar vórðu eisini sendir út í oynna at hjálpa til við leitingini. Brimil varð sendur at sigla rundan um oynna at skimast og eisini bjargingartylrlan varð boðsend. Ongi sannlíkindi at finna hann á lívi Men hóast leitað varð allan leygardagin, nakað út á sunnudagin og eisini mánadagin við tyrlu funnu tey ongantíð nakað spor eftir mannin yvirhøvur. Í gjár varð boðað frá, at leitingin varð støðgað – fyribils. Fyribils tí tað framvegis er nøkur støð í oynni, ovast á toppinum, og í brattlendi aðrastaðni, sum skulu kannast betri, tá líkindi aftur verða til tess. - Vit rokna ikki við, at tað eru sannlíkindi yvirhøvur, at maðurin kann vera á lívi meira, staðfestir Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. Kanningardeildin, kriminalpolitiið, hevur nú fingið málið um hendur, tí nú skal ein altjóða eftirlýsing sendast út av manninum, og finnast skal fram til DNA og tannkort frá honum, um okkurt seinni møguliga verður funnið. Pápin kom til Føroya í gjár Løgreglan hevur eisini avhoyrt pápa drongin, sum kom til Føroyar í gjár. - Maðurin er ógvuliga tyngdur av sorg, tí talan er um einasta sonin. Vit hava bjóðað honum kreppuhjálp, og hava eisini verið ein túr í Fugloy við honum í dag, so hann kundi síggja umstøðurnar og skilja hví vit eru givin at leita. Maðurin fer heim aftur í morgin at vera saman við konu síni í sorgini. Tey eru eysturríkarar, men búgva nú í Sveits. Astrofysikari 29 ára gamli sonurin, Lukas, hevur seinastu árini búð í Oxford í Bretlandi, har hann hevur tikið hægri náttúrufrøðiligt prógv í stjørnualisfrøði (astrofysikk) á Oxford University. Men hann varð fluttur aftur til Sveits. Hósdagin fór hann so heimanífrá aftur – sambært pápanum fyri at fara til Onglands, har hann skuldi til eina starvssamtalu. Men hann møtti ongantíð upp. Lukas fór ikki til Onglands, men til Danmarkar og víðari til Føroyar. Dagin fyri hevði hann bílagt sær gisting í eina nátt á Hotel Vágum. So ætlanin var alla tíðina at fara til Føroyar, men tað hevði hann ikki sagt fyri foreldrunum. Royndur gongumaður í Alpunum Okkurt bendir á, at Lukas G. hevur tilrættalagt Føroyaferðina sum sína seinastu. Eitt nú tí ferðaseðilin var einvegis. Eisini hevur hann latið telduna liggja eftir heima hjá foreldrunum. Hann plagar annars ongantíð at ferðast uttan at hava telduna við, hevur pápin upplýst fyri løgregluni. At Lukas G., sambært fugloyingum, skal hava verið illa ílætin, undrar tó ikki pápan. Hann hevur nógvar royndir við at ganga í Alpunum. Lukas sigst vera rættiliga minimalistiskur, og tí undrar tað ikki pápan, at hann hevði lítið av klæðum og viðføri við sær á gongutúrunum. Tað sum undrar pápan er tó, at hann ikki var í fjallastúvlum, tí hann eigur slíkar. Uppgav óvirkið telefonnummar Tað tók føroysku løgregluni rættiliga drúgva tíð áðrenn tey fingu staðfest hvør maðurin var, og hvussu fáast kundi fatur á familjuna hjá honum. Millum annað tí at hann hevði uppgivið eitt telefonnummar til Hotel Vágar, sum ikki var til. Við hjálp frá vakmyndatólum á flogvøllinum var samleiki hansara tó funnin. Pápin hevur eisini staðfest, at myndirnar tiknar við komuna á flogvøllinum er av soni hansara, og tyrluskiparin og hattarvíkingurin, sum tók ímóti honum, hava eisini váttað, at myndirnar av flogvøllinum er sami maður, sum var við tyrluni út til Fugloyar fríggjadagin. Eftirlýstur umvegis Interpol Hóast Lukas G. nú er eftirlýstur umvegis Interpol, er ongin hjá løgregluni, sum er stórvegis í iva um, at hann framvegis liggur lívleysur onkrastaðni á Fugloynni, um hann ikki er dottin í havið. - Vit vita fyri vist, at hann er flogin út í oynna og eru eisini vís í, at hann ikki er sloppin av aftur oynni við báti, so mikið ring vóru líkindini um vikuskiftið, staðfestir Heri Andreassen, leiðari fyri kanningardeildina hjá løgregluni. (Eftir áheitan frá eysturríkskum myndugleikum, eitt nú fyri at verja eftirmælið hjá manninum, hava vit valt at fjala eftirnavn og heimstað hansara) Løgi at maður kemur til landið, við einvegis-ferðaseðli, og mynduleikin ikki veitt hvat hann skal gerða her ! Tað er einki løgið. Kanska veit ein ikki, nær hann skal avstað aftur? Ella hann skal víðari við Norrønu? Ella hann skal mynstra? Ella okkurt annað? Føroyar eru eitt sjálvmorđsparadís Við djúpastu samkenslu. Anna Marjun, heilt sikkurt, við teimum íð mist hava ! Perfekt hjá sjálvmorðskandidatum at fara í fjøllini at læta seg detta oman ella detta í havið, spennandi verður um mynduleikarnir fara at vakna og halda betur eyga við hvørji fólk koma til føroyar og hvat tey vilja her, serliga mugu tey sum bert hava einvegis ferðaseðil kannast gjølla, men ein lógarbroyting má til tí shengenavtalan forðar fyri at vit kunnu halda eyga við ferðafólkum sum koma frá shengenlondum, tó hevur løgreglan altíð rætt og skyldu til at kanna fólk um tey hava mistanka um at okkurt løgið er við teimum. Einvegis ferðaseðil ella ei, tað er líkamikið - hann kundi akkurát tað sama havt ferðaseðil báðar vegir og tað hevði ikki broytt nakað sum helst. Ivan Eginsson Eysturland Nei kanska ikki, hevði hann havt returferðaseðil, so sluppu vit og løgreglan og nú eisini pápi hansara undan at gita hví hann bert hevði einvegis ferðaseðil, lesur tú greinina omanfyri so sært tú at pápi hansara setur fleiri spurningar við ferð hansara til Føroyar, og eg rokni við at pápin veit best hvat kann vera hent, tí hann er tann einasti sum kennir mannin. Nielsen David Tað er greitt óænsað, hvat hann ætlaði, út frá øðrum teknum (segði ongum frá, hvagar hann skuldi, lat telduna liggja eftir, hevði næstan einki viðføri við). At hann valdi at spara eitt sindur av pengum til síðst og keypti bara einvegis ferð, hjálpir bara at loysa gátuna enn meira. Kanska hevur hann verið freistaður av lýsingarháttinum hjá Visitfaroeislands sum leggur upp til at royna kreftir við "Untamed" náttúruna. Onkur mynd av ein fólkið úti á tromini í vandabrimið kanska hevur drigið hann higar. Heilt erligt tit ongin av tykkum veit, og enn minni vánaligi skribenturin, hvat er hent. Hvør tykkara er ì eini støđu at stempla burturblivna menniskja sum sjálvmorđskandidad ? Og hvat fyri kvalitet leggur skribenturin ì greinina at billa føroya fólki soviriđ inn. At siti fullkomuliga óvitandi saman viđ kaffikryssinum handan telduna og tasta sovoriđ møsn ùt, er á lìka so lágum etiskum og moralskum støđi sum vit Føroyar lokka fólk at gera jùst tađ hesin saknađi gjørdi. At spyrja hvì er vel nattùrligt, men svariđ finna vit ì okkara egnu ynkuligu marknađarføring. Kanska Ingi Samuelsen kundi hugsa at saknađi hevur bìđa eftir bátinum sum ongantìđ kom og tikin av stóru aldunum, kanska dottin... men so missur Ingi kanska hansara spennandi stovuhyggiliga dramatikkin og so er tađ ikki so feitt at trýsta á enter. Hvì er ongin fagligheit her, hvì spyr ongin hvì vit lokka ferđafólkiđ hendanvegin á so naivan hátt, vælvitandi vandan ì bìđar teimum? Og so hendir tađ sum ikki sleps undan og so stempla vit saknađa sum sjálvmorđskandidat afturfyri? Eg má bara stađfesta at vit eru nógv bìttari enn eitt og hvørt ferđafólk kann ìmynda sær Tað er óetiskt skeivt journalistiskt at nevna ella sipa til sjálvsmorð í almennum medium, og tað veit eg tilvildarilga at næmingar vera kunnaðir um á journalistháskúla. ... Um pápin dugdi at lesa føroyskt, ja ella um hann týðir tað sum her er skrivað hetta møguleiki er fyri at hann ger vegna sín egna lut í málinum, ja tá yvist eg ikki í, at hansara takksemi, hóast fyrr so gott, tá følnar eitt vet. ... Til sammeting kann eg greiða frá (og hetta er ikki óetiskt tí at hetta er ikki aktuelt teirra avvarandi vegna umstøður, men er hetta eitt boð um hvussu ið góður journalistikkur eigur at fara fram), at eg sjálvur fyri árum síðani, stutt hagani eg búgvi, var vitni til at persónur var tikin upp í posar við jarnbreytina. Hetta sá ella hoyrdi eg ongantíð nakað til aftur, hvørki í medium ella nakrastaðni, og hetta er rættur og góður journalistiskur etikkur, soleiðis eigur tað at gerast. Eg var sjãlvur tridi vid Rituni, hendan dagin, Vit hava fastar mannagongdir, Vit ringja ùt til okkara avgreidslu mann í oynni, hendan dagin fekk eg at vita at ein madur ùr oynni, og ein ùtlenskur ferdamadur sum kom vid tyrluni skuldi vid innaftur av fugloynni ( Tad passar ikki, tà sagt verdur at bàturin ikki kom) Vit ætladu okkum ùt à Kirkju, Men tà Vit vòru komnir ùt à Selnes ( ùtnordingshornid à Svínoynni) ringdi avgreidslu madurin og segdi at òkyrt var à Kirkju, og bad Hann okkum tíd koma til Hattarvik, tà vit koma til Hattarvikar, er bert tann eini à madurin keiuni, og ongin hevur sæd meira til saknada ùtlendingin, enn at Hann kom ùr tyrluni, og byrjar at ganga eftir vegnum ùr Hattarvík til Kirkjar, avgreidslumadurin koyrdi so til Kirkju eftir manninum, mann sà tíverri ongan mann, Vit sigla so innaftur til Hvannasund, og vònadu at madurin hevdi sett sær tjald upp og kom innaftur vid okkum dagin eftir. Men tíverri hevur ongin borid eyga vid mannin sídan. Pàpi til saknada mannin, kom Hòsdagin umbord à Rituna seinna tùrin kl.14:45 Hann gav seg tíverri ikki til kennar hvør hann var, hòast vit bjòdadu honum inn í stÿrhùsid, og pràtadu vid hann allan vegin, av svínoydarvík à Hvannasund, Hann stòd ã dekkinum og stardi ùt í havsbrùnna, í myrkri, bàturin setti nakad, so tad reyk inn yvur,vir bjòdadu honum innum, so hann ikki fekk karm, sera fryntligur madur at tosa vid, men tad kom ikki okkum til hugs at hesin ungi madur, pàpi at saknada dronginum ( Hann segdi fyrst fyri sjãførinum, hvør hann var, tà hann var komin til Klaksvíkar) Eitt lítid ískoyti. Sjàførurin, sum koyrdi mannin segdi annars, Hann vildi takka føroyingum fyri sera gòda mòttøku, fyri fantastiskan innsats vid leitingini bædi ùr luftini og à landi undur hesum sera fingu umstødum. Hann fòr av landinum dagin eftir. Landsverk verjir sínar roknskaparligu mannagongdir Ørkymlandi mynd av stovninum verður lýst í miðlunum, heldur stovnurin Ingi Samuelsen Á Landsverki harmast tey nú um, at stovnurin er komin í ringt ljós í kjalarvørrinum av avdúkingunum í sambandi við byggigøluna á Glasir. Tá sagt verður, at tað liggja ógoldnar rokningar aftur til 2015 er hetta ikki fulli sannleikin, skrivar stovnurin í eini frágreiðing, sum er løgd út á heimasíðuna í dag. Talan er bert um eina ógoldna rokning, sum liggur frá 2015, verður staðfest, og tað er ein rokning, sum er partur av gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG Verk. Landsverk skrivar soleiðis um støðuna: At fíggjarliga yvirlitið hvarv móti endanum í byggitilgongdini, er ein staðfesting, vit nú mugu fyrihalda okkum til, liva við, læra av og skjótast fáa í rættlag. Í fjølmiðlunum í gjár var ført fram, at rokningar í sambandi við verkætlanina liggja og flóta runt á Landsverki. Hetta gevur eina sera ørkymlandi mynd av fíggjarstýringini og galdandi mannagongdum á hesum øki á Landsverki, og leiðslan vil staðiliga afturvísa hesum. Allar rokningar hjá tí almenna koma inn ígjøgnum roknskaparskipanina hjá landinum og verða síðani fluttar til Landsverk. Rokningarnar eru sostatt skrásettar í almennu gjaldsskipanini, sum er ein trygg skipan, ið allir almennir stovnar undir landinum nýta. Tá rokningarnar eru góðkendar, verða tær goldnar beinanvegin. Liggja tær ov leingi í skipanini, verða áminningar sendar rætta viðkomandi um at vátta rokningarnar. Í byggimálum kann ein rokning liggja leingi, tí ósemja kann vera millum partarnar um, hvørt veitingin er framd sambært avtalu, og upphæddin samsvarar veitingini. Tær rokningar, sum liggja í skipanini í sambandi við verkætlanina Glasir, har ein rokning er heilt afturi frá 2015, liggja har framvegis orsakað av áðurnevndari ósemju millum byggiharra og veitara. At rokningar liggja og flóta runt á Landsverki, og at deildarleiðarar og leiðsla ikki vátta rokningar, er tikið úr bláari luft og hevur einki samband við veruleikan. Rokningarnar liggja júst har, tær skulu. Sostatt liggja ongar rokningar, sum við vilja ella orsakað av óskili ikki eru goldnar. Núverandi leiðsla á Landsverki arbeiðir av øllum alvi við at fáa eitt samlað yvirlit yvir fíggjarliga partin í hesi verkætlan og við at fáa avstemmað rokningar í mun til tað, sum er umbiðið og gjørt. Harafturat er samskifti í gongd við nakrar av veitarunum, har ósemja er um støddina á ávísum rokningum. Sum virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, vísti á í tíðindasendingini í útvarpinum á middegi týsdagin, er fult yvirlit yvir tær rokningar, sum eru komnar til Landsverk eftir avhending, og hesar eru skrásettar í almennu gjaldsskipanini. Óvissan, ið enn er, snýr seg um, hvørt tað koma fleiri rokningar, ið Landsverk sum byggiharri ikki hevur roknað við, og sum núverandi leiðsla ikki er vitandi um. Eingin í verandi leiðslubólki á Landsverki hevur verið beinleiðis partur av hesi verkætlan ella luttikið á nøkrum mánaðarligum fundi millum Landsverk og Mentamálaráðið um byggiverkætlanina Glasir, og hava tí ikki havt neyðuga innlitið í verkætlanina. Orsakað av hesum hevur tað tikið tíð at fáa fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna í sambandi við verkætlanina. Alt hetta "skramli" hoyrur ongastaðni haima. Danmark buldrandi víðari til hálvfinaluna Vertstjóðirnar vunnu bólkarnar í millumumfarinum, og Norra yvirhálaði Svøríki í stríðnum um at koma víðari. Agnar Prestá Seinasta umfarið í millumumfarinum í Danmark og Týsklandi varð leikt í dag. Frakland og Týskland stríddust um fyrsta plássið í bólki I. Í bólki II spældu skandinavisku londini um tey tvey plássini í hálvfinaluni. Tíðliga í dag dystaðust tey aftastu liðini í bólki I. Ísland royndi at fáa tey fyrstu stigini í millumumfarinum. Men Brasilia vísti tenn mánadagin við sigrinum á Kroatia, og eftir javnleik í 1. hálvleiki í dag avgjørdu brasiliumenn dystin í 2. hálvleiki. Kroatar reistu seg sera væl eftir vónbrotið týskvøldið, tá ið Týskland vann tepurt og sløkti vónina hjá Kroatia um at koma víðari. Ósigurin ímóti Brasilia gjørdist dýrur, men í dag gjørdist Kroatia fyrsta liðið til at vinna á Fraklandi í HM. Fraklendingar enda harvið á 2. plássi í bólkinum aftanfyri týsku vertirnar. Verjuparturin hjá Týsklandi eydnaðist ikki so væl í undanfarnu dystunum, men heimaliðið vann tó tvey-máls sigur á Spania. Norra er mótsstøðuliðið hjá Týsklandi í Hamburg fríggjakvøldið. Hetta er greitt, eftir at norðmenn gjørdu sína skyldu, og at Danmark vann á nábúgvunum úr Svøríki. Norra vann trygt á Ungarn, og hóast danska spælið ikki eydnaðist so væl fyrstu 35 minuttirnar, so vann Danmark bólkin og sendi harvið Svøríki út. Í fyrra hálvleiki snúði tað seg nógv um tvídystin ímillum málverjarnar. Niklas Landin byrjaði sera væl og hevði tak á svensku skjúttunum. Andreas Palicka, við einum heldur øðrvísi stíli, gjørdist skjótt heitur og tók nógv seinna helmingin av hálvleikinum. Sviar fingu eisini hildið Mikkel Hansen væl niðri og Rasmus Lauge hevði ávísar trupulleikar í dag. Svøríki kom eisini á 12-9, áðrenn Danmark gjørdi ein góðan endaspurt undan steðginum. Tað komu nógv mál í fyrstuni av 2. hálvleiki. Svøríki byrjaði nakað betri, men Danmark tók skjótt yvir aftur og setti seg á dystin. 5-1 verjan við lítlabeiggja Landin sum 1'ara eydnaðist væl, og stóribeiggin Landin við nummar 1 á rygginum kom veruliga í gongd aftur. Eisini rakti Mikkel Hansen aftur sítt støði. Markussen og Olsen komu væl inn frá bonkinum, og danska liðið skoraði nógv góð mál og avgjørdi dystin. Svøríki skuldi vinna við minst trimum málum fyri at koma víðari, men hetta gjørdist ov torført; eisini tí at liðið aftur var uttan stóra profilin í bakketuni: Jim Gottfridsson. Danski sigurin kom í hús uttan Jóhan á Plógv Hansen, ið als ikki kom á vøllin í millumumfarinum. Donsku vongleikararnir vóru eisini ísakaldir í kvøld: Landin(5) og Lasse Svan(5) skoraðu uppá øll síni 9 skot, og hetta var ein týðandi partur í góða sigrinum. Danmark skal spæla hálvfinalu ímóti Fraklandi í Týsklandi fríggjadagin. Bólkur I Brasilia - Ísland 32-29 (15-15) Frakland - Kroatia 20-23 (11-11) Týskland - Spania 31-30 (17-16) Týskland 9 Frakland 7 Kroatia 6 Spania 4 Brasilia 4 Ísland 0 Bólkur II: Danmark - Svøríki 30-26 (13-13) Norra - Ungarn 35-26 (16-13) Tunesia - Egyptaland 23-30 (10-15) Danmark 10 Norra 8 Svøríki 6 Ungarn 3 Egyptaland 3 Tunesia 0 Fríggjadain 25.01: Hálvfinalurnar 16.30: Danmark - Frakland 19.30: Týskland - Norra Leygardagin 26.01: Dysturin um 5. plássið (vinnarin fær beinleiðis atgongd til OL) 19.30: Kroatia - Svøríki Jákup Mørk nýggjur formaður í B36 Tveir nýggir nevndarlimir og nýggjur formaður vóru á skránni á aðalfundi hjá B36 í kvøld. Sverri Egholm B36 hevur í kvøld fingið nýggjan formann. Tað verður Jákup Mørk, sum fer at standa á odda fyri felagnum framyvir, og hann tekur yvir eftir Rúna Herup Olsen, sum hevur verið formaður í B36 seinastu trý árini. Tað skrivar B36 á heimasíðuni í kvøld. Fyri vali stóðu Jákup Lamhauge, Símun Grønadal, Jóannes Guttesen og Rúni Herup Olsen. Jákup og Símun tóku við afturvali, og afturat teimum vórðu Jákup Mørk og Steinbjørn Hardlei valdir í nevndina. Hini í nevndini eru Anja Weyhe, Símun Grønadal, Steinbjørn Hardlei, Jákup Lamhauge og Heini Hellisdal Poulsen, sum er umboðið hjá ungdómsnevndini. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Sámal Ímundarson heldur fram sum næstformaður, og Rolf Herup Olsen heldur somuleiðis fram sum kassameistari. Sigfríður Clementsen nýggjur venjari hjá FC Suðuroy Royndi venjarin skal eisini vera knýttur at nýggja fótbóltsakademinum. Sverri Egholm Sigfríður Clementsen verður venjari hjá FC Suðuroy komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá í kvøld. FC Suðuroy fer hetta kappingarárið at spæla í 2. deild eftir at samstarvið millum suðuroyarliðini um felagslið endaði í fjør. Í Vági er man nú farin undir eitt fótbóltsakademi, og Sigfríður Clementsen verður eisini knýttur at tí. - Vit ganga sum kunnugt nýggjar spennandi leiðir og skulu byggja upp eitt sterkt fundament undir FC Suðuroy, samstundis sum fyrsta fótbóltsakademi í landinum fer í gongd, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy við heimasíðuna hjá felagnum. - Og við Sigfríði Clementsen og Jón Paula Olsen fáa vit eitt sera sterkt venjaratoymi í felagnum, har Jón Pauli er høvuðsungdómsvenjari og Sigfríður er venjari hjá 2. deild – og báðir eru venjarar á Fótbóltsakademi’num, so framtíðin fyri fótbóltin her á leiðini sær sera spennandi út, sigur Julius Vest Joensen. Sigfríður Clementsen byrjar í starvinum 1. februar. Trump útsetir State of the Union-røðuna Sleppur ikki á røðarapallin í Umboðsmannatinginum fyrr enn gongd er komin á almennu umsitingina aftur Ingi Samuelsen Amerikanski forsetin, Donald Trump, útsetir nú sína árligu State of the Union-røðu um støðuna í landinum, til núverandi kreppan um fíggjarlógina er av. Tað skrivar Reuters tíðindastovan. Røðan skuldi verið hildin týsdagin í Umboðsmannatinginum, men hesum hevur forkvinnan, demokraturin Nancy Pelosi, nú forðað fyri. Í einum opnum brævi skrivaði hon, at demokratarnir, sum hava meirilutan í Umboðsmannatinginum ikki fara at geva neyðugu loyvini til at røðan kann haldast. Partar av almennu umsitingini í USA hava nú verið stongdir í yvir ein mánaða, tí stóru flokkarnir, sum hava meirilutan í hvør sínum kamari í Kongressini ikki kunnu semjast um eina fíggjarlóg. Pelosi vil tó fegin geva forsetanum orðið í tinginum, men tað verður so skjótt gongd er komin á statsapparatið aftur, skrivar Pelosi. Trump rópti hennara boð fyri ’eina skemdargerð’, og segði, at hann fór at halda røðuna á øðrum stað. Seina í gjárkvøldið ljóðaðu so boðini, at røðan ístaðin verður hildin, tá gongd er komin á almenna USA aftur. Senatið fer væntandi í dag at atkvøða um eitt nýtt uppskot til fíggjarlóg, men hóast tað verður samtykt, so verður ikki roknað við, at tað vinnur frama í Umboðsmannatinginum. Mette Frederiksen stendur til at vinna Lars Løkke Rasmussen stendur til at missa stjórnarvaldið í Danmark sambært nýggjari veljarakanning Um fólkatingsval hevði verið í dag, so hevði Danmark fingið eina vinstra-stjórn við sosialdemokratinum Mette Frederiksen sum forsætisráðharra. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio. Kanningin vísir, at núverandi andstøðan gerst stóri vinnarin á fólkatingsvalinum, sum skal haldast í seinasta lagið 18. juni. Sambært veljarakanningini fær reyði blokkurin 54,2 prosent av atkvøðunum, um val var nú, meðan blái blokkurin fær 45,8 prosent. Á borgarliga veinginum er flokkurin Nye Borgerlige roknaður við. Nýggi borgarligi flokkurin stendur at fáa 2,8 prosent av atkvøðunum og fimm fólkatingslimir, skrivar dr.dk. Kanningin vísir, at sosialdemokratarnir fáa 49 fólkatingslimir, ein framgongd upp á tveir. Vinstri-flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen stendur til eina lítla framgongd í mun til seinastu kanningar, men framvegis eina munandi afturgongd í mun til valið í 2015. Dansk Folkaparti, sum gjørdist næststørsti flokkur í Danmark eftir valið seinast, stendur at missa nógvar atkvøður, og minkar niður um Venstre. Úrslitið av veljarakanningini (Valið 2015 í klombrum): Sosialdemokratiet 27,9 (26,3) Venstre 17,5 (19,5) Dansk Folkeparti 16,6 (21,1) Enhedslisten 8,9 (7,8) Socialistisk Folkeparti 6,7 (4,2) Radikale Venstre 6,2 (4,6) Liberal Alliance 4,6 (7,5) Alternativet 4,1 (4,8) Konservativu 4,0 (3,4) Nye Borgerlige 2,8 (0,0) hattar kemur mær ikki dátt við,mussaskøði manglar ikki hjá hasari,soleiðis er allastaðniðin eisini hjá okkum, tær næstan tómu tunnurna sum bara innihaldað mussaskøðið vinna Einki at síggja til flogfarið, ið hvarv Flogskiparin var 60 ára gamal breti Ingi Samuelsen Enn hava leitingarliðini í Ermasundi ikki funnið nakað, sum kann benda á, hvat hendi við lítla privatflogfarinum, sum hvarv nærhendis Alderney við fótbóltsspælaranum Emiliano Sala sum ferðafólki. Fyrrapartin í dag verður støða tikin til, um leitingin skal halda fram í dag. Guernsey Press skrivar, at bjargingarfólkini framvegis arbeiða við fýra møguligum ímyndaðum hendingagongdum. Flogfarið kann vera lent onkra aðra staðni uttan at menninir hava givið boð frá sær, tað er lent á sjónum og menninir bjargaðir av einum skipi, er lent á sjónum og menninir farnir í bjargingarbátin og ella flogfarið er dottið niður og menninir endaðir á sjónum. Framvegis verður triði møguleikin hildin vera mest sannlíkur, skrivar Guernsey Press. Tað er nú staðfest, at flogskiparin var ein 60 ára gamal breti, Dave Ibbotson frá Northern Lincolnshire. Flogfarið av slagnum Piper PA-46-310P Malibu er skrásett í USA. Argentinski fótbóltsleikarin. 28 ára gamli Emiliano Sala, hevði júst skrivað undir sáttmála við walisiska Premier League felagið Cardiff City, men hann náddi ongantíð fram til fyrstu venjingina, sum skuldi vera týsdagin. Finnland er gagnligasta land í heiminum The Good Country Index er júst almannakunngjørt Ingi Samuelsen Finnland er tað landið í heiminum, sum ger størst gagn fyri mannaættina. Tað vísir ein listi, The Good Country Index, sum júst er kunngjørdur fyri fjórðu ferð. Listin metir 153 lond eftir 35 ymsum parametrum sambært upplýsingum frá ST og øðrum altjóða felagsskapum. Metingin vísir, at Finnland í mun til fólkatalið ger størst gagn fyri mannaættina samstundis sum landið ikki tyngir umhvørvið so nógv. Í fjør kom Finnland á fjórða pláss, men hevur nú togað seg upp á evsta pláss framman fyri Írland, Svøríki, Týskland og Danmark, sum koma á næstu plássunum. Í fjør var Holland ovast, fyrraárið var tað Svøríki. Tað, sum telur upp fyri Finnland er útflutningurin av vísindaligum greinum, talið av patentum, rørslufrælsi, pressufrælsi, trygd á netinum, fríhandli og evnini at halda umhvørvisavtalur, skrivar yle.fi. - Finnland er eitt gott jarðbundið land, sum hevur álit á altjóða pallinum. Hetta er úrslit av miðvísum arbeiði, og tað eg síggi eg eisini sjálvur í mínum gerandisdegi, segði Timo Soini, uttanríkisráðharri, tá úrslitið varð kunngjørt. Bretin Simon Anholt, sum eisini hevur arbeitt í Føroyum, eitt nú við at branda landið, hevur gjørt og er stigtakari til The Good Country Index.