Umhvørvi og oljuleiting Umhvørvislig krøv og kanningar á føroyskum øki 1 2 Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í umhvørvismálum Sum landsstýrismaður í umhvørvismálum stendur tað mær fremst í huga at varðveita eitt reint og ríkt havumhvørvi kring Føroyar. Tað er mær tí ein gleði at kunna staðfesta, at bæði oljuvinnan og myndugleikarnir fyrireikaðu seg so væl sum til bar, áðrenn farið varð undir oljuleiting. Tá ið ein nýggj vinna stingur seg upp, er ein hin størsta avbjóðingin at tryggja, at umhvørvislig atlit verða tikin, áðrenn virksemið fer í gongd. Umráðandi er, at javnvág og samsvar er millum yvirskipað samfelagslig og umhvørvislig áhugamál, okkum øllum at gagni. Áðrenn oljuleitingin á landgrunninum rættiliga tók dik á seg í 2001, vóru umhvørvislig krøv sett oljufeløgunum. Sum dømi kunnu nevnast krøv um at kanna havbotnin, at kanna árin frá dálkandi evnum, og at kanna umhvørvis- og náttúrutilfeingi í økinum, sum varð boðið út. Hetta førdi til eitt, í føroyskum høpi, slóðbrótandi samstarv millum oljufeløg øðrumegin og myndugleikar og stovnar hinumegin. Oljufeløgini gingu saman um at gera kanningar og at fáa til vega neyðuga upplýsingargrundarlagið. Hetta til fyrimuns fyri vinnuna eins og myndugleikarnar. Feløgini fingu innlit í føroysk viðurskifti, og myndugleikar og stovnar styrktu førleikan við at luttaka í kanningar- og granskingarverkætlanum. Tey mongu úrslitini eru prógv um, at gott samstarv hevur verið millum oljuvinnuna og føroysku myndugleikarnar, og at ein felags vitanarbanki um olju og umhvørvi í Føroyum er uppbygdur. At eitt yvirlit yvir gjørdar kanningar um olju og umhvørvi nú er savnað í hesum bóklingi lættir um hjá øllum, sum áhaldandi arbeiða fyri, at oljuleitingin er umhvørvisliga forsvarlig. Tað er mín vón, at samstarvið millum oljuvinnu og umhvørvis- og náttúrumyndugleikar heldur áfram, og at tað kann vera ein fyrimynd fyri onnur, uttan mun til ráðs-, stovns- og vinnumørk, til frama fyri náttúru og umhvørvi. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum Slóðbrótandi stigið, sum Oljufyrisitingin tók í 1997 til GEM-samstarvið við tey oljufeløg, ið vóru áhugað í føroyska økinum, hevur víst seg at vera eitt gott grundarlag at byggja víðari á. Hetta samstarv hevur síðani ment seg til Føroya Oljuídnaðarbólk (FOÍB), sum er felagið, ið umboðar tey oljufeløg, sum hava leitiloyvi í Føroyum mótvegis myndugleikunum og samfelagnum annars. Longu tá ið Løgtingið í 1993 samtykti at lata landgrunnin upp fyri leitivirksemi, varð dentur lagdur á, at henda nýggja vinnan skuldi vera við til at menna føroyskar stovnar, myndugleikar og vinnur gjøgnum samstarv. Samstundis hevur stórur dentur verið lagdur á at tryggja, at oljuvirksemið tekur neyðug fyrilit mótvegis okkara umhvørvi. Tá ið tað gjøgnum árini hevur verið tosað um møguleikarnar fyri oljuleiting á landgrunninum, hevur dálkingarvandin frá oljuvirkseminum ofta verið havdur á lofti. Herd altjóða krøv og ein broyttur umhvørvishugburður hava verið við til at broyta fortreytirnar fyri oljuvinnu, soleiðis at tað í dag er vorðið ein natúrligur partur av virkseminum, at hetta verður skipað so trygt sum gjørligt og við atliti at náttúru og umhvørvi annars. Mín vón er, at tey oljufeløg, sum eru komin afturat eftir annað loyvisumfar og tey, sum fara at koma í framtíðar loyvisumførum, halda fram við sama hugburði, og at vit fara at síggja eitt gott samstarv millum oljufeløgini, sum eru virkin á landgrunninum, og okkara myndugleikar og stovnar. Saman við eini vælvirkandi tilbúgving skal hetta vera við til at tryggja, at vit sum oljuframleiðandi land taka neyðug atlit at okkara náttúruríkidømi og umhvørvi. Vit hava verið sera medvitað um at seta krøv til oljuvinnuna, tá um umhvørvisviðurskifti ræður. Næsta stigið er at seta líknandi krøv til vinnuna á landi og aðrar vinnur á sjógvi, tí á mangan hátt kann sigast, at vit eru eftirbátar á umhvørvisøkinum. Vónandi kann arbeiðið og hugburðurin hjá oljuvinnuni virka sum íblástur fyri føroyskt vinnulív, soleiðis at vit fáa sett neyðugu umhvørviskrøvini í verk fyri henda partin av vinnuni eisini. 3 Innihald 1 Inngangur ..................................................................................... 5 2 Oljuleiting ..................................................................................... 6 3 4 5 2.1 Seismiskar kanningar ......................................................... 6 2.2 Leitiboringar ........................................................................ 6 Lógarkarmar og krøv .................................................................. 7 3.1 Útbjóðing ............................................................................ 7 3.2 Loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni ..................... 8 3.3 Umhvørvisárin og -vandar .................................................. 8 3.4 Tilbúgvingarætlan ............................................................... 9 Umhvørviskanningar áðrenn 1. leitiumfar .............................. 10 4.1 Æti .................................................................................... 10 4.2 Havsúgdjór ....................................................................... 11 4.3 Sjófuglur ........................................................................... 11 4.4 Djóralív á havbotninum ..................................................... 13 4.5 Fiskur ................................................................................ 13 4.6 Støðiskanningar ............................................................... 14 4.7 Tilbúgving móti oljudálking ............................................... 17 Útlát og árin ............................................................................... 18 5.1 Leitivirksemi á føroyskum øki ........................................... 18 5.2 Útlát í sambandi við boringar ............................................ 19 5.3 Staðfestingar av árini ........................................................ 20 6 Nakrar framtíðar uppgávur innan umhvørvisøkið ................. 23 7 Keldur ......................................................................................... 26 4 Staðið fyri arbeiðinum at skipa og savna tilfar til bóklingin hevur ein arbeiðsbólkur, mannaður við Mariu Dam, Katrin Hoydal og Suna Petersen á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Anni á Hædd úr Innlendismálaráðnum og Arne Myhrvold, formaður í umhvørvisbólkinum hjá Føroya Oljuídna›arbólki (FOÍB). Skrivað hava: Suni Petersen, Katrin Hoydal, Maria Dam og Anni á Hædd. Ein tøkk til tey, sum hava stuðlað fakliga. Tøkk til Elisabeth Sande fyri formgeving og Bette Johansen fyri rættlestur. Ein serlig tøkk verður veitt oljufeløgunum í FOÍB fyri at hava veitt fíggjarligan stuðul. ISBN nr. 99918-967-6-7 Tórshavn 2005 Utgivið hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan (www.hfs.fo) og FOÍB (www.foib.fo). Myndir á permuni: Sovereign Explorer (heimild: J. Herluf Sørensen) og Mýlingur (heimild: Suni Petersen) Prentað á umhvørvisvinarligt pappír sum lýkur treytirnar í norðurlendsku svanamerkjaskipanini. 1 Inngangur Í 1992 avtalaðu Landsstýrið og danska stjórnin, at málsøkið “ráevni í undirgrundini” skuldi yvirtakast sum føroyskt sermál sambært heimastýrislógini. Yvirtøkan hevði við sær, at Løgtingið og Landsstýrið fingu ávikavist lóggávuog umsitingarvald innan málsøkið. Kanningararbeiðið og granskingin hevur m.a. verið grundarlag undir umsóknum frá oljufeløgum um loyvi og góðkenningar, og hava myndugleikar og stovnar brúkt umhvørvisvitanina sum grundarlag undir viðgerð av umsóknum frá oljufeløgunum. Landsstýrið gjørdi av, at setast skuldi ein oljuráðleggingarnevnd, hvørs arbeiðssetningur var at gera eina “strategi til umsitingar av tilfeinginum í undirgrundini”. Á jóansøku 1993 legði nevndin frágreiðing sína fram. Í henni var m.a. eitt uppskot til lóg um forkanningar og uppskot um, hvussu fyrisitingarligu uppgávurnar kundu skipast. Eisini vísti nevndin á, at fleiri spurningar áttu at verða lýstir, áðrenn farið varð undir veruliga oljuleiting. Oljufyrisitingin og umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum veita loyvi og góðkenningar, hava í hesum tíðarskeiði miðvíst ment sín førleika og vitan um fyrisiting av leitivirksemi. Tí varð í 1994 aftur ein oljuráðleggingarnevnd sett. Hesa ferð var arbeiðssetningurin m.a. at gera uppskot til kolvetnislóggávu, og at fáa greiðu á, “hvussu størst møguligt fyrilit kann havast fyri fiskivinnu og umhvørvi”. Frágreiðingin frá nevndini, sum kom í 1998, viðger m.a. ávirkan á umhvørvi og fiskivinnu frá eini framtíðar oljuvinnu. Í 1997 heitti Oljufyrisitingin á áhugað oljufeløg um at fáa til vega umhvørvisligar upplýsingar og vitan við atliti at framtíðar oljuleiting. Oljufeløgini stovnaðu tá GEM-samtakið – The Faroese Geotechnical, Environmental and Metocean Network – hvørs endamál var at lýsa og greina landafrøði, náttúru, umhvørvi, streymviðurskifti o.a. á einum øki, sum roknast kundi við fór at verða boðið út í fyrsta útbjóðingarumfari til leiting eftir kolvetnum við tí endamáli at fyrireika boring á føroyskum øki á ein tryggan og umhvørvisliga nøktandi hátt. Tað serliga við GEM-verkætlanini var, at oljufeløgini longu áðrenn fyrsta útbjóðingarumfar gingu saman um at fáa til vega neyðuga vitan, og at útgreiningararbeiðið varð gjørt í samstarvi við, og við luttøku av, føroyskum myndugleikum og stovnum. Seinni komu eisini trygdaratlit við í arbeiðsøkið hjá GEM. Eftir at leitiloyvini til 1. leitiumfar vóru givin í 2000, varð samtakið umskipað, og fekk nú navnið Føroya Oljuídnaðar bólkur, FOÍB. Hesin bóklingur lýsir í stuttum verkætlanir, kanningar og gransking, sum oljuvinnan, myndugleikar og stovnar hvør sær og saman hava gjørt fyri at fáa til vegar vitan og kunnleika um náttúru og umhvørvi í sambandi við oljuleitingarvirksemi. Í stuttum verður lýst, hvørji umhvørvislig krøv verða sett feløgum, sum taka lut í leiting eftir olju á føroyskum øki, og mannagongdir í sambandi vi› veitan av neyðugum loyvum. Útlát og møgulig árin á umhvørvið í sambandi við borivirksemið, eru eisini lýst. Aftast í bóklinginum eru avbjóðingar í sambandi við nútímans umhvørvisfyrisiting og -kanningar viðgjørdar. Bóklingurin er ætlaður øllum, ið ynskja innlit í ella yvirlit yvir hvørji tiltøk eru gjørd til frama fyri umhvørvi og umhvørvisvernd í sambandi við oljuleitingarvirksemi, og ta innsavning av vitan, sum er gjørd. 5 2 Oljuleiting 2.1 Seismiskar kanningar Í sambandi við leiting eftir olju verða seismiskar kanningar gjørdar fyri at lýsa jarðfrøðina og finna ábendingar um oljuførandi fláir. Luftkanónir senda ljóðbylgjur niður í undirgrundina, og mátað verður við hydrofonum, hvussu ljóðið verður sent aftur (Mynd 1). Við støði í aftursendu ljóðbylgjunum verða myndir gjørdar av jarðfrøðini í havbotninum, og roynt verður at tulka seg fram til, hvar møguligar olju- og gassgoymslur kunnu vera. fara fram, og rýmingaratferðin verður gagnnýtt við at lata eina røð av skotum av áðrenn harðastu brestirnar, so djór, sum eru før fyri at rýma, kunna sleppa sær burtur. Fyri at verja tær verur, sum ikki kunnu rýma líka skjótt, t.d. fiskalarvur, eru avmarkingar fyri, nær og hvar seismiskar kanningar kunnu gerast. 2.2 Leitiboringar Higartil hava allar leitiboringarnar á føroyskum øki verið á umleið 1000 metra dýpi, og tí eru flótandi boripallar ella boriskip brúkt til boringarnar. Tá ið farið verður undir ein leitibrunn verður fyrst borað nakað niður í havbotnin uttan aðra útgerð enn sjálvan boristreingin (Mynd 2). Í fyrstani er holið umleið ein metur í tvørmát, men tað verður trengri longur niðri. Mynd 1 Seismikkskip (heimild: TOTAL E&P Norge) 2.1.1 Umhvørvislig ávirkan av seismikki Tætt við kanónirnar, har luft undir høgum trýsti verður skotin niður í sjógvin, er trýstið sera høgt. Kanningar hava víst, at ljóðbylgjur við styrki oman fyri 230 dB, eru skaðiligar fyri livandi verur. Trýstið minkar tó skjótt við vaksandi frástøðu, og kanningar hava víst, at bert fáar metrar burturfrá verða fiskur, yngul og larvur ikki skadd. Havsúgdjór og fiskur hava lyndi til at rýma frá staðnum, har seismiskar kanningar fara fram. Fyri at órógva minst møguligt verður roynt at ansa eftir, at havsúgdjór ikki eru á leiðini, har kanningarnar 6 Mynd 2 Boriskip Á havbotninum verður nú sett eitt sonevnt brunnhøvd í holið og stoypt fast. Oman á brunnhøvdið verður ein stórur trygdarventilur settur. Trygdarventilurin skal tryggja, at hvørki olja ella gass skulu kunna leka úr undirgrundini og dálka umhvørvið. So hvørt sum borað verður longur niður, verður holið fóðrað innan við stálrørum, sum verða stoypt føst. Frá trygdarventilinum gongur eitt rør upp til boripallin uttan um sjálvan boristrongin. Borimóra verður pumpað niður gjøgnum boristreingin, og upp aftur gjøgnum rørið. Borimóran verður m.a. nýtt til smyrjing og køling, umframt til at føra útboraða tilfarið upp til pallin og til at halda trýstinum, so at holið ikki smokkar saman. Á boripallinum verða borispønirnar skildar frá borimóruni, sum so verður endurnýtt. 3 Lógarkarmar og krøv Mannagongdin í sambandi við veitan av loyvum til leiting eftir kolvetni á føroyskum øki hevur fleiri stig. Mynd 3 vísir eitt yvirlit yvir stigini í myndugleikaviðgerðini. Útbjóðing av økjum 2.2.1 Umhvørvislig ávirkan av boringum Leitiboringar hava við sær útlát av borispónum og kemikalium í havið umframt útlát av gassum til luftina. Akker, brunnhøvd og aðrir lutir kunnu eisini ávirka havbotnin. Borispønir og borimóra verða fyri ein part latin út í havið. Hetta er tó bara loyvt, um vatngrundað borimóra verður nýtt. Verður oljugrundað borimóra nýtt, skulu bæði borispønir og borimóra flytast til lands til viðgerðar. Á føroyskum øki er higartil bert vatngrundað borimóra brúkt. Eisini er eitt ávíst útlát av sementleivdum, ið stava frá stoyping av fóðringsrørum, umframt smærri nøgdir av øðrum kemikalium. Umsókn um leitiloyvi Viðgerð av umsókn Leitiloyvi Kemikaliudata Mannagongdir Frágreiðing um umhvørvisárin Umsókn um loyvi til nýtslu av kemikalium Umsókn um borigóðkenning Meting av vanda fyri óhappum Tilbúgvingarætlan Ein leitiboring er rættiliga orku- og tíðarkrevjandi. Tað tekur vanliga millum 1½ og 2½ mánað at bora ein brunn á føroyskum øki. Boriskip ella pallar, sum eru hildin upp á pláss við motorum, nýta munandi meiri orku enn pallar, ið eru uppankraðir, og er tí stórur munur á útlátinum av gassum, sum stava frá brenning av olju (CO2 og NOX). Viðgerð av umsókn Viðgerð av umsókn Loyvi Borigóðkenning Mynd 3 Myndugleikaviðgerð í sambandi við umsóknir 3.1 Útbjóðing Tá øki verða boðin út, verða umhvørvislig krøv og treytir settar umsøkjarunum. Krøvini eru sambært kolvetnislógini, og eru útgreinað í uppriti frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni (kelda 27). Umsøkjarar skulu lýsa tey árin, sum ætlaða virksemið kann hava á umhvørvið, og lýsa hvørji verjutiltøk ætlanin er at seta í verk fyri at minka um vandan fyri dálking. Somuleiðis skulu teir lýsa umhvørvisskipanir og mannagongdir, sum ætlanin er at nýta. 7 Bara umsøkjarar, sum verða mettir at hava nøktandi umhvørvisførleika, fáa leitiloyvi. Leitiloyvini áseta, hvat slag av virksemi kann vera á økinum, sum loyvið fevnir um, hvørjar tíðarfreistir eru galdandi o.s.fr. Eisini er ásett, hvørjar arbeiðsskyldur oljufeløgini hava. Tá ið virksemið fer í gongd, skulu feløgini arbeiða eftir reglunum, ásettar við heimild í kolvetnislógini og havumhvørvislógini. 3.2 Loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum Eitt loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum ásetur m.a. eina arbeiðsskrá, sum oljufeløgini skulu arbeiða eftir. Í arbeiðsskránni er eitt nú ásett hvørjar kanningar feløgini skulu gera, t.d. seismiskar kanningar og leitiboringar fyri at kunna staðfesta, um farast kann undir framleiðslu, og nær kanningarnar skulu gerast. 3.2.1 Seismiskar kanningar Virksemið í sambandi við seismiskar kanningar, antin sum partur av einum leitiloyvi ella einum seismiskum loyvi, er fevnt av treytunum í forkanningarloyvinum, sum Oljufyrisitingin veitir. Í hesum forkanningarloyvi eru m.a. treytir um, nær virksemið kann fara fram, at fyrilit skulu takast fyri umhvørvi og fiskiskapi, at boðast skal frá, áðrenn virksemið byrjar, og at eygleiðari skal vera umborð. Eisini eru ávís øki friðað fyri seismiskum kanningum. Ein fortreyt fyri at fáa loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium er, at oljufeløgini lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni eitt fullfíggjað yvirlit yvir øll kemikaliu, sum ætlanin er at brúka, saman við nágreiniligum upplýsingum um samanseting og umhvørvisligar eginleikar, sum evnini hava. Bara evni, sum hava nøktandi umhvørvisligar eginleikar, verða loyvd. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt leiðreglur1 fyri umhvørvisligar metingar av kemikalium, og hvat ein umsókn um loyvi skal innihalda. Krøvini um borigóðkenning og loyvi til nýtslu av kemikalium eru ásett í kunngerðini um heilsu, trygd og umhvørvi, og í kunngerðini um nýtslu og burturbeining2. Fyrisiting av nýtslu og burturbeining av kemikalium byggir m.a. á millumtjóða ásetingar í OSPAR-sáttmálanum3, sum eisini verða nýttar í okkara grannalondum. Umframt krøv um nýtslu og burturbeining av kemikalium koma krøv um eitt nú viðgerð av burturkasti og krøv um stýring og eftirlit. Eisini verða krøv sett um at havbotnurin kring boristaðið skal kannast áðrenn og aftaná eina boring fyri at staðfesta, um borivirksemið hevur ávirkað umhvørvið. 3.3 Umhvørvisárin og -vandar 3.2.2 Leitiboring Niðanfyri er ein stutt lýsing av tveimum grundleggjandi frágreiðingum, sum skuldu gerast, áðrenn oljufeløgini søktu um borigóðkenning. Nevndu frágreiðingar vórðu gjørdar sum felags verkætlanir fyri alt økið í fyrsta útbjóðingarumfari. Tað er m.a. við støði í hesum frágreiðingum at oljufeløgini hava gjørt tilbúgvingarætlanir. Áðrenn farast kann undir at bora ein leitibrunn, krevst borigóðkenning frá Oljufyrisitingini og loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til at nýta kemikaliu. 3.3.1 Frágreiðing um umhvørvisárin (EIA4) Ein fortreyt fyri at fáa borigóðkenning er, at oljufeløgini gera metingar av teimum avleiðingum, sum virksemið kann hava á náttúru og umhvørvi. Eisini er tað ein treyt, at feløgini hava eina góðkenda tilbúgvingarætlan móti oljudálking. Harumframt eru treytir um trygd, arbeiðsumhvørvi o.a. Eitt av endamálunum við frágreiðingini um umhvørvisárin (kelda 4) var at geva myndugleikunum haldgott grundarlag at taka støðu til, um borigóðkenning kundi latast. Frágreiðingin gevur eina meting av teimum árinum á umhvørvið, sum kunnu standast av leitiboringum. Í einum loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium er ásett, hvørji kemikaliu kunnu nýtast í sambandi við boring, og hvussu hesi skulu burturbeinast. Guidelines for the Ecotoxicological Documentation of Offshore Chemicals. Sí www.hfs.fo Kunngerð nr. 35 frá 8. mars 2001 um heilsu, trygd og umhvørvi í sambandi við leitivirksemi, og kunngerð nr. 37 frá 8. mars 2001 um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum 3 Convention for the Protection of the Marine Environment of the North-East Atlantic. Sí www.OSPAR.org 4 Environmental Impact Assessment 1 2 8 Í frágreiðingini eru upplýsingar um eitt nú: tilbúgvingarætlanir eisini yvirlit yvir manning og mannagongdir fyri, hvussu eitt basingar- og uppruddingararbeiði verður skipað. - Virksemi og árin í sambandi við boringar - Lýsing av havøkinum, t.e. havbotni, vatn- og veðurfrøði og lívfrøði - Umhvørvisárin, serliga útlát í sjógv og luft - Vandar fyri óhappum, sum kunnu føra til dálking av havinum - Árin á fiskiskap og onnur samfelagsáhugamál - Tiltøk at fyribyrgja dálking og tilbúgvingarætlan - Tilmæli um umhvørviseftiransing 3.3.2 Meting av vanda fyri óhappum (ERA5) Frágreiðingin (kelda 22) greinar vandarnar fyri og møguligar avleiðingar av dálkingaróhappum í sambandi við leitiboringar á føroyskum øki, og lýsir hvørji umhvørvislig virði eru í vanda, um ein stór oljudálking skuldi hent. Tað tilfeingi, ið verður mett at hava størstan týdning6 fyri Føroyar, og sum er viðkvæmt fyri oljudálking, er eisini lýst, so sum fiskur og fiskiskapur (toskur og svartkjaftur), sjófuglur (lundi og lomvigi), havsúgdjór (sildreki og grindahvalur) og aling á sjónum. Niðurstøðan av umhvørvisvandametingini, sum varð gjørd í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar, er, at lítil vandi er fyri at olja rekur á land í Føroyum. Tó verður í frágreiðingini mælt til at: - Tilbúgvingarætlanir móti oljudálking verða gjørdar - Útgerð at fylgja við einum oljuleka til havs verður fingin til vega, og mannagongdir gjørdar - Útgerð at basa oljudálking til havs og við strendurnar eigur at vera tøk - Útgerð at basa oljudálking á strondini eigur at vera tøk - Ætlanir at fylgja við møguligum ávirkanum av oljudálking verða gjørdar 3.4 Tilbúgvingarætlan Mynd 4 Oljusperra, sum er spent yvir um Trongisvágsfjørð (heimild: Jón Einarsson). Við støði í vandametingini, sum er lýst í 3.3.2, gjørdu oljufeløgini tilbúgvingarætlanir, so at feløgini m.a. vóru til reiðar at basa oljudálkingum, ið kundu koma fyri í sambandi við leitiboringar. Í tilbúgvingarætlanunum eru mannagongdir fyri, hvat gerast skal í eini tilbúgvingarstøðu, hvat slag av útgerð skal nýtast, hvar útgerðin er o.s.fr. Umframt yvirlit yvir tøka útgerð innihalda 5 6 Environmental Risk Assessment Valued Ecosystem Components, VEC. 9 4 Umhvørviskanningar áðrenn 1. leitiumfar Í hesum kapitli er í stuttum greitt frá kanningum, sum eru gjørdar í sambandi við og áðrenn fyrsta útbjóðingarumfar. Flestu kanningarnar eru gjørdar í samstarvi við oljufeløgini í GEM/FOÍB, men eisini áðrenn fastar ætlanir fyri leitiboring vórðu lagdar, hava oljufeløg stuðlað kanningum á føroyskum sjóøki. Millum annað hava oljufeløg, sum høvdu áhuga í oljuleitingarvirksemi á atlantsmótinum í samtakinum Atlantic Margin Group (AMG)7, stuðlað innsavnan av vitan um sjóvarmálan og verur, sum har liva, við tí endamáli at gera eina sonevnda støðiskanning (baseline) av plantu- og djóralívinum í fjøruni. FARCOS verkætlanin, sum hon varð nevnd, fevndi um økið frá 100m dýpi og inn á hægstu flóð, og varð framd av Havlívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak (tá nevnd Biofar) í samstarvi við granskarar í øðrum londum. 4.1 Æti Djóraæti hevur stóran vistfrøðiligan týdning, av tí at tað er millumlið millum gróðurin í sjónum og djór, sum eru longri uppi í vistskipanini, so sum fiskur, fuglur og havsúgdjór. Djóraæti verður býtt upp í støddarbólkar. Bólkurin millum 2-20 cm nevnist makrodjóraæti og fevnir m.a. um smá krabbadjór, nevnd krill. Ein kanning er gjørd á Fiskirannsóknarstovuni av makrodjóraæti í Hetlandsrennuni, har høvuðsdentur varð lagdur á krill. Krill er týdningarmikil føði hjá fiski sum makreli og svartkjafti, ið ferðast gjøgnum Hetlandsrennuna, og hjá upsa, sum livir á hellingini á landgrunninum. Krill er eisini sera týdningarmikil føði hjá hvali, sum finst í økinum, so sum nebbafiski, seiðhvali og royðri. Onnur verkætlan, sum AMG gjørdi við umhvørvisvernd sum endamáli, var at fáa til vegar eina lýsing av eitt nú veður- og streymviðurskiftum og tilfeinginum í sjónum í frágreiðingini “Faroe Islands an Environmental Statement” frá 1997. Kanningin vísti, at krill (Euphaucidacea) og pílormar (Chaetognatha, Sagitta spp.) vóru teir bólkarnir av makrodjóraæti, sum mest var til av. 10 sløg av krill vórðu funnin, harav vóru í flestu førum upp í 90% av nøgdini sløgini Meganychtiphanes norvegica og Thysanoessa longicaudata. Kanningar av búningini av hesum báðum sløgum vístu, at gýtingin byrjar seint í februar, men at høvuðsgýtingartíðin er í mai. Sí frágreiðingarnar: 3 og 8 í keldulistanum á síðu 26. Sí frágreiðing: 7 í keldulistanum á síðu 26. Kanningarnar hava verið gjørdar við tí endamáli at lýsa møgulig árin á umhvørvið av oljuvirksemi, bæði í sambandi við leitiboring, men eisini í langtíðarhøpi í fyrireikingunum til eina møguliga olju- og/ella gassframleiðslu. Meginparturin av umhvørviskanningunum hava verið av vistfrøðiligum ella lívfrøðiligum slag, so sum grundarlagskanningar av stovnsstødd, ferðingarmynstri og lýsingar av livistøðum. Hesar kanningar eru sostatt gjørdar fyri at nøkta krøvini í lógini um tørvin á eini umhvørvisárinsmeting. Vitanin frá grundleggjandi kanningum av vist- og lívfrøðiligum slagi eru sera viðkomandi, eisini í sambandi við kanningar av umhvørvisdálking, við tað at tær eru neyðugar t.d. í sambandi við fyrireiking av umhvørviseftiransingarskipanum og í tulkingini av úrslitunum frá hesum. Ein minni partur av kanningunum eru beinleiðis heftur at borivirkseminum og vórðu framdar fyri at nøkta krøvini í útleiðingarloyvinum. 7 AMG fevndi um feløgini Statoil, Mobil og Enterprise. 10 Krill (heimild: Høgni H. Debes) 4.2 Havsúgdjór Náttúrugripasavnið hevur gjørt upp, hvørji havsúgdjór finnast ella eru sædd í føroyskum sjógvi yvirhøvur. Í tíðarskeiðinum frá august 1997 til september 1999 varð skipað fyri hvalateljing, har høvuðsdentur varð lagdur á tey djúpu økini í ein sunnan og landsynning úr Føroyum. Teljingin og frágreiðingin varð gjørd við luttøku av serfrøðingum úr Bretlandi, Danmark og Føroyum. Harumframt hava regluliga verið altjóða hvalateljingar í 1987, 1989, 1995, og í 2001 (NASS). Havsúgdjór, sum finnast í føroyskum sjógvi, eru roysningur, kópur og hvalur. Summi koma fyri á føroyskum øki alt árið, so sum láturkópur og grindahvalur. Onnur eru bert her viðhvørt, og tá antin regluliga ella meira óregluliga. Havsúgdjór, sum verða sædd á føroyskum øki, kunnu býtast upp í tríggjar bólkar (Talva 1), alt eftir nær og hvussu ofta tey síggjast í føroyskum sjógvi. Talva 1 Bólking av havsúgdjórum í føroyskum øki (kelda 14) Djórini eru at finna í økinum alt árið: Láturkópur, nebbafiskur, sildreki, døglingur, mastrahvalur, grindahvalur, hvessingur, skjórutur springari og nísa. Djórini ferðast reguliga eina ella tvær ferðir um árið gjøgnum økið: Avgustur, døglingur, klappus, nebbafiskur, rætthvalur, royður, seiðhvalur, sildreki og onkrar av teimum smáu delfinunum – serliga skjórutur springari. Djórini eru sjáldsom í økinum og síggjast bert hendingaferðir: Granakópur, grønlandskópur, ringkópur, steinkópur, roysningur, rætthvalur, kúlubøka, nevhvalur, náhvalur, hvítfiskur, ”false killer whale”, stríput delfin og delfin. Olja á sjónum er ikki so vandamikil fyri hval sum fyri sjófugl og djór við feldi, av tí at olja ikki heftist við ella treingir gjøgnum hvøljuna. Dálking av bardunum á barduhvali av oljuleivdum er heldur ikki staðfest. Sí frágreiðingarnar: 13 og 14 í keldulistanum á síðu 26. 4.3 Sjófuglur Grind (heimild: Náttúrugripasavnið) eitt yvirlit (atlas) yvir tættleikan av fugli á sjónum gjøgnum árið, eins og øki av altjóða týdningi fyri sjófugl eru staðfest. Hesi úrslit kunnu nýtast sum grundarlag fyri eini árinsmeting av einum møguligum oljuleka. Fuglurin, sum varð sæddur/taldur, varð býttur upp í fimm bólkar, sí Talva 2. Kanningar úr Norðsjónum hava víst, at tað serliga er svartfuglur, sum verður raktur av oljudálking. Út frá eldri ringmerkirkingum er mett um, hvaðani svartfuglurin undir Føroyum ymiskar árstíðir, stavar. Kanningin vísti, at á sumri er uml. 90% av lomviganum á føroyskum øki føroyskur, meðan ein lítil partur er islendskur og bretskur fuglur. Um veturin er meginparturin harafturímóti íslendskur og bretskur fuglur. Meginparturin av álkuni undir Føroyum á sumri er føroysk, men uml. 5% er bretsk, og møguliga nakað úr Íslandi. Um veturin er íslendsk álka í økinum í stórum tali, meðan ein ógvuliga lítil partur er úr Bretlandi. Meginparturin av lundanum á sumri er føroyskur, tó er uml. 10% úr Íslandi. Um veturin er lítið av lunda, men meginparturin av tí sum er, kemur úr Noregi. Ein sera lítil partur av lundanum er, bæði summar og vetur, úr Bretlandi. Ein stórur partur av sjófuglinum í Norðuratlantshavi finst á føroyskum øki. Í 1997-2000 varð skipað fyri fuglateljingum á sjónum. Út frá úrslitunum, bæði av hesi teljing og av ø›rum teljingum, sum eru framdar síðani 1979, er gjørt 11 12 Lomvigar (heimild: Bergur Olsen) Talva 2 Bólking av fugli í føroyskum øki (kelda 13). Fuglur, sum er í økinum alt árið: Havhestur, súla, fiskimási, svartbakur, rita, lomvigi, álka, lundi. Vitjandi fuglur í økinum um summarið: Skrápur, drunnhvíti, sýldur drunnhvíti, kjógvi, skúgvur, likka, terna. Vitjandi fuglur í økinum um veturin: Valmási, fulkubbi. Fuglur, sum ferðast gjøgnum økið: Stórskrápur, gráskrápur, jói, snældukjógvi. Fuglur inni við land: Skarvur, æða, skatumási, fransaterna, teisti. Sjófuglur er sera viðkvæmur fyri oljudálking. Verða fjaðrarnar dálkaðar av olju, missa tær sín bjálvandi eginleika, og fuglurin doyr í kulda. Sí frágreiðingarnar: 13, 15 og 16 í keldulistanum á síðu 26. 4.4 Djóralív á havbotninum Fleiri kanningar hava verið gjørdar av havbotninum og djóralívinum í og á havbotninum kring Føroyar gjøgnum tíðirnar, mest í sambandi við Biofar verkætlanirnar (Biofar I 1987-91 og Biofar II 1995-98), men eisini eru kanningar gjørdar áðrenn hetta. Út frá hesum kanningum hevur í ein ávísan mun verið gjørligt at lýsa havbotnin ymsa staðni kring Føroyar og hvørji djórasløg finnast har. Í eini frágreiðing eru djórasamfeløgini ostabotnur, korallriv, øðuleiðir, jákupskeljaleiðir og bleytur botnur lýst, eisini við útbreiðslukorti (Mynd 5), umframt at listi er gjørdur yvir alt, sum er skrivað um ryggleys botndjór kring Føroyar. Næraberg (heimild: Nor›l‡si›) Mynd 5 Lýsing av havbotninum og útbreiðsla av nøkrum botndjórasløgum (kelda 9). Út frá vitanini um lívið á botni í økinum, sum er umfatað av fyrsta útbjóðingarumfari og kanningum frá økinum hinumegin Hetlandsrennuna, gjørdu serfrøðingar úr Føroyum, Onglandi og Noregi í 2001 eina meting av, hvørji árin leitiboringar kunnu hava á djóralívið í økinum, so sum árin av, at borispønir ver›a latnar út í havið. Niðurstøðan var, at vitanin um økið var ikki nóg neyv, og at tað átti at verðið gjørd ein kanning fyri at lýsa tær núverandi umstøðurnar í økinum, sum samstundis kundi verðið nýtt sum støði undir eini framhaldandi eftiransing av økinum. Sí frágreiðingarnar: 5 og 9 í keldulistanum á síðu 26. 4.5 Fiskur 4.5.1 Fiskiskapur undir Føroyum Tey týdningarmestu fiskasløgini á føroyskum øki eru botnfiskasløgini toskur, hýsa og upsi, og uppisjóvarsløgini svartkjaftur, sild og makrelur. Toskur og hýsa liva alt lívsskeiðið í føroyskum sjógvi og upsi verður eisini mettur sum ein stovnur, sum ikki blandar seg við aðrar upsastovnar. Svartkjaftur og makrelur ferðast gjøgnum føroyskan sjógv til og frá gýtingarøkjunum. Várgýtandi atlantoskandinaviska sildin livir norðanfyri Føroyar. 13 Fiskirannsóknarstovan hevur lýst fiskiskapin í føroyskum sjógvi og mett um, hvussu hann kann ávirkast av leiting eftir og framleiðslu av olju. Mett verður, at fiskiskapur eftir uppisjóvarfiski bert verður ávirkaður í lítlan mun. Fer sildin aftur at gýta í føroyskum sjógvi, eru gýtingarøkini tó í sama øki, har leitivirksemi er. Rogn frá sild, sum gýtir á havbotninum, eru viðkvæm fyri dálking. Botnfiskiskapurin kann ávirkast av leitivirkseminum, av tí at partar av fiskileiðunum í tíðarskeiðum kunnu vera óatkomiligar ella órógvaðar á annan hátt. Sí frágreiðing: 12 í keldulistanum á síðu 26. 4.6 Støðiskanningar 4.6.1 Evnafrøðiligar kanningar av fiski Tvær støðiskanningar eru gjørdar, har bakgrundsvirði av evnum, sum stava frá olju ella oljuvirksemi, vórðu kannað í djórum á føroyskum øki. Kanningarnar í fiski fevndu eisini um biomarkørar (Talva 3), sum eru evni, ið kunnu verða gjørd í fiskinum, tá hann er fyri dálking. Biomarkørar, sum stava frá ávirkan av polysykliskum aromatiskum kolvetni (PAH) og østrogenlíknandi evnum, vórðu kannaðir. Onnur kanningin var av svartkalva, sum livir í økinum, har boringarnar vóru. Hin var av ymiskum fiskasløgum, goggum og skeljum fram við føroysku strendurnar. Talva 3 Biomarkørkanningar (kelda 20) 4.5.2 Fiskiskapur og seismikkur Nógvur seismikkur hevur verið skotin á føroyska landgrunninum. Vanliga er bert loyvt at skjóta seismikk í tíðarskeiðnum 15. apríl til 1. november. Mett verður, at toskur, upsi og hýsa kunnu hoyra ljóðið upp til einar 300 km burturi. Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt eina kanning, har skiparar vórðu spurdir, um teir mettu, at seismikkskjótingin ávirkar fiskiskapin. Kanningin vísti, at 75% av skiparunum hildu, at seismikkskjótingin hevði negativ árin á fiskiskapin. Hetta kundi tó ikki vísast hagfrøðiliga, tá hugt varð eftir tølunum fyri, hvussu nógv var fiskað, samanborið við nær skotið hevði verið. Eisini er ein kanning gjørd av atferðini hjá fiski, meðan skotið verður. Filmsupptøkur av alifiski í aliringum vísa, at skjóting tætt við ikki hevði nakra serliga ávirkan á fiskin. Í onkrum førum vísti fiskurin rørslur, sum kundu týtt uppá, at teir fingu ein hvøkk av óljóðinum, men hetta var trupult at skyna frá vanligu rørslunum. Harafturat át fiskurin sum vanligt aftaná at skotið hevði verið, sum er eitt tekin um, at hann ikki var ávirkaður av seismikkinum. Sí frágreiðingarnar: 10 og 11 í keldulistanum á síðu 26. 14 EROD aktivitetur Aktiviteturin av enzym-systeminum, sum verður aktiverað og virkar í sambandi við niðurbróting av PAH til metabolittar, sum lættari kunnu úrskiljast. CYP1A protein Nøgdin av omanfyri nevndu enzymum, sum virka í sambandi við niðurbróting av PAH. PAH metabolittar PAH metabolittar verða fyri tað mesta úrskildir til gallið og kunnu mátast har. DNA broytingar Í sambandi við umgerð av PAH-evnunum til evni, sum lættari verða úrskild, kunnu evni verða gjørd, sum broyta arvaeginleikarnar (DNA adducts). Vitellogenin Vitellogenin og zona radiata protein eru protein, sum natúrliga verða gjørd í kvennfiskum í sambandi við kynsbúning. Ymisk evni kunnu virka sum kynshormon, og kunnu tí ávirka kallfiskar til at gera hesi somu protein. Zona radiata protein Rey›fiskur (heimild: Katrin Hoydal) Kanningarnar av svartkalva vístu eitt lágt dálkingarstøði bæði av PAH og metalum. Kanningin av fiski, sum livir fram við strendurnar, fevndi um ulku, reyðfisk, skrubbu og sandsprøku, og vísti heldur hægri virði av biomarkørum enn tað, sum var› funnið í svartkalvanum, men tó ikki hægri enn so, at tey vóru innan fyri tað, sum kann kallast vanligt bakgrundsstøði (Mynd 6 og Mynd 7). PAH kanningarnar vórðu gjørdar av kræklingi, fliðu, øðu, fjørukúvingi og purpurkúvingi úr fimm støðum í Føroyum og vístu, at innihaldið í kræklingi var á leið 10 ferðir so høgt, sum í hinum sløgunum (Mynd 8). Hetta kemst av, at kræklingur fær føðina við at síla bitlar úr sjónum, meðan fliða og kúvingur skavar lívrunnin evni av steinum, har tey sita. Kræklingur sílar sera stórar nøgdir av sjógvi, og kann tískil taka upp stórar nøgdir av evnum, sum finnast í sjónum. 1400 1200 1000 PAH ug/kg v.v. PAH dálkingin var ymisk á teimum kannaðu støðunum, og var oftast hægri um veturin enn um várið og summarið. Dálkingin í fjøruni kann verða flokkað sambært flokkingarfrymli, sum umhvørvismyndugleikarnir í Noregi (SFT) nýta, og um hugt verður eftir samlaðu PAH dálkingini í kræklingi tey ymisku støðini, kunnu tey um veturin flokkast frá klasse II – moderat forurenset til klasse III – markert forurenset. Mynd 7 Innihald av 1-OH-pyrene (µg/kg) í galli hjá reyðfiski og sandsprøku PAH KPAH 800 600 400 200 0 Hvannasund Svínáir Kaldbak Trongisvágur Mynd 8 Samlað PAH innihald í kræklingi í 2002 frá ymiskum støðum í Føroyum. KPAH er tann parturin av PAH evnunum, sum kunnu vera krabbameinselvandi sambært IARC8 Sí frágreiðingarnar: 17, 19 og 20 í keldulistanum á síðu 26. Mynd 6 EROD virði (pmol/min/mg protein) fyri reyðfisk, sandsprøku og svartkalva 8 IARC: The International Agency for Research on Cancer, 1987 15 4.6.2 Støðiskanningar av havbotninum Tvær regionalar støðiskanningar av sedimentum eru gjørdar. Fyrra kanningin varð gjørd av Fiskirannsóknarstovuni í samstarvi við Rogalandsforskning og aðrar kanningarstovur. Hin seinna og størra kanningin varð fyrireikað av umhvørvismyndugleikunum og oljuvinnuni í felag, og gjørd eftir leisti, sum verður nýttur til líknandi kanningar í Noregi. Sýnistøkan til fyrru kanningina varð gjørd í hellingini í sunnara parti av landgrunninum í 1999, meðan hin seinna varð gjørd í landsynningspartinum av sjálvari Hetlandsrennuni í 2001 (Mynd 9). Kanningarnar fevndu um máting av umhvørviseitrandi evnum, sum kunnu setast í samband við oljuvinnu. Í størru kanningini, sum fevndi um 16 støð, varð eisini botndjóralív kannað. Øll sýnini vórðu kannað fyri útvald metal, innihald av kolvetni og innihald av lívrunnum evnum. Á fýra støðum vórðu gjøllari kanningar gjørdar, millum annað kanningar av sedimentatiónsratuni og PCB (polyklorerað bifenyl). Út frá djóralívskanningunum vórðu metingar av lívfrøðiligum fjølbroytni (diversitets indeks) gjørdar. Kanningarnar í Hetlandsrennuni vístu, at havbotnurin á økinum, har leitiboringarnar hava verið, er merktur av streymi, t.v.s. at lætt tilfar legst ikki á botn. Botntilfarið í økinum er sandur av skiftandi kornstødd, har tað grovasta tilfarið var í landsynningspartinum av økinum. Innihaldið av kolvetni og metalum var javnt býtt um økið, ið kannað varð, og eingi tekin vóru um dálking við hesum evnum ella PCB, men innihaldið kundi metast sum natúrligt bakgrundsstøði. Kanningarnar av djóralívinum vístu eitt natúrligt, men sera ymiskt býti av djórum, sum varð mett at vera tengt at muninum á botntilfarinum. Verður metalinnihaldið í sedimentunum í hellingini samanborið við tað, sum varð funnið í Hetlandsrennuni (Mynd 10 og Mynd 11) við somu evnafrøðiligu kanningarhættum, kann staðfestast at hesi sjey metalini ikki finnast í somu nøgdum í sedimentunum sunnantil á landgrunninum sum í Hetlandsrennuni. Hetta kemst helst av, at metalini hava natúrligan uppruna, og at metalinnihaldið er ymiskt alt eftir grótslagnum á staðnum. Sostatt kunnu kanningarúrslit frá sedimentum á landgrunninum ikki nýtast sum støði fyri økið í Hetlandsrennuni, har borivirksemið hevur verið. Afturat teimum regionalu kanningunum, hava tey oljufeløgini, sum standa fyri boringunum (fyristøðufeløgini), gjørt neyvar kanningar av havbotninum, har tey hava borað. Hesar lokalu kanningarnar hava verið gjørdar bæði undan og aftan á boringarnar fyri at kunna vísa á, um virksemið hevur elvt til broytingar. Úrslit frá hesum kanningum, verða nærri viðgjørd í kap. 5.3. Mynd 9 Sedimentsýnistøkustøð í støðiskanningunum eru víst. Grønu puntanir vísa sýnistøkuna í hellingini sunnanvert landgrunnin (kelda 6), og brúnu prikkarnir vísa sýnistøkuna í Hetlandsrennuni (kelda 17). 16 4.7 Tilbúgving móti oljudálking 62.4 40 Hetlandsrennan 35 Landgrunnurin mg/kg t.e. 30 25 20 15 10 5 0 barium kopar blýggj sink Mynd 10 Miðal innihald av metalunum barium, kopar, blýggj og sink í sedimentum úr hellingini sunnanvert landgrunnin og í Hetlandsrennuni (keldur: 6 og 17) 0.14 mg/kg t.e. 0.12 0.1 Áðrenn farið varð undir frálandavirksemi á føroyskum øki, kravdu myndugleikarnir, at oljufeløgini skuldu hava tilbúgvingarætlanir móti møguligum oljudálkingaróhappum. Ein partur í fyrireikingunum at gera tilbúgvingarætlanir var at lýsa og meta um øki fram við strendurnar, sum eru serliga viðkvæm fyri oljudálking. Upplýsingar um náttúrutilfeingi, djóra-, plantu- og fuglalív, fiskiskap, o.t. eru fingnar til vegar og lagdar inn í eina lendisskipan. Nevndu náttúrutilfeingi eru raðfest. Tilfeingis- og raðfestingarkort eru gjørd, sum lýsa viðkvæmu strandaleiðirnar. Landið er býtt upp í øki, og fyri hvørt av hesum økjum eru nevnd tey støð, sum eiga at verða vard í sambandi við eina møguliga oljudálking. Ætlanir fyri verju, basing og upprudding eru gjørdar. Harumframt eru upplýsingar um, hvussu strondin kann verða reinsað, og hvør útgerð kann nýtast. Kortini yvir viðkvæmu strandarleiðirnar eru tøk á heimasíðuni www.hfs.fo. 9.55 Hetlandsrennan Landgrunnurin 0.08 0.06 0.04 0.02 0 kadmium kyksilvur krom Mynd 11 Miðal innihald av metalunum kadmium, kyksilvur og krom í sedimentum úr hellingini sunnanvert landgrunnin og í Hetlandsrennuni (keldur: 6 og 17) Sí frágreiðingarnar: 6, 17 og 18 í keldulistanum á síðu 26. Brimil (heimild: Sjóbjargingarstø›in) 17 Eisini eru upplýsingar um samskiftismøguleikar, atkomuvegir, ábyrgdarpersónar v.m. savnaðar og gjørdar tøkar, og kunnu nýtast í sambandi við gerð av tilbúgvingarætlanum. Fyri at kanna vandan fyri at ein oljudálking rekur inn at landi frá oljuleitingarleiðunum, eru simuleringar gjørdar av einum hugsaðum oljuleka á loyvisøki 003 í ein landsynning úr Føroyum (60o24’N, 5o18’W). Útrokningarnar eru gjørdar fyri ávikavist ein leka á botni uppá 126 m3/tíma í fimm samdøgur og ein leka í yvirflatuni uppá 232 m3/tíma í seks tímar. Eisini er roknað út, hvussu nógv av oljuni dampar burtur og hvussu nógv loysist upp í sjónum. Útrokningarnar eru gjørdar fyri summar og vetur. Úrslitið vísir, at kemur ein oljuleki fyri á botni, er lítil vandi fyri, at olja rekur á land í Føroyum. Meiri sannlíkt er, at oljan rekur inn at landi í Hetlandi. Talan er tó um smærri nøgdir, sum kunnu reka á land. Um oljulekin er í vatnskorpuni, økist vandin fyri at olja rekur á land, bæði í Føroyum og í Hetlandi. Størsta nøgdin, sum sambært hesum útrokningunum kann reka á land í Føroyum er góð 200 tons og í Hetlandi sløk 1000 tons. Sí frágreiðingarnar: 21, 22, 23, 24 og 25 í keldulistanum á síðu 26. 18 5 Útlát og árin 5.1 Leitiboringar á føroyskum øki Í 2000 var fyrsta útbjóðingarumfar á føroyskum øki. Áhugin millum oljufeløg var stórur. Í august 2000 vórðu givin sjey leitiloyvi. Í fýra av hesum loyvum hava oljufeløgini bundið seg til at bora átta leitibrunnar áðrenn 2006. Í 2001 vóru tríggjar boringar, og í 2003 ein. 2001: 2003: Statoil: BP: Amerada Hess: ENI (Agip): Leitibrunnur Longan í loyvi 003 Leitibrunnur Svínoy B í loyvi 004 Leitibrunnur Marjun í loyvi 001 Leitibrunnur Marimas í loyvi 002 5.2 Útlát í sambandi við boringar Í sambandi við tær fýra leitiboringarnar, sum hava verið á føroyskum øki í 2001 og 2003, hava oljufeløgini skrásett útlát av kemikalium, borispónum, luftútleiðing o.s.fr., og hesar upplýsingar eru latnar føroyskum myndugleikum. Grøn: Grøn: Gul: Gul: Reyð: Reyð: Evni, sum verða mett at hava lítla ella onga negativa ávirkan á umhvørvið 10 Evni, sum verðaPLONOR mett at havaevni). lítla ella onga negativa ávirkan á umhvørvið (eisini nevnd (eisini nevnd PLONOR 10 evni). Evni við umhvørvisligum eginleikum, sum kunnu góðtakast. Evni við umhvørvisligum eginleikum, sum kunnu góðtakast. Evni, sum hava møgulig skaðilig árin á umhvørvið, og sum eiga at verða Evni, sum hava møgulig skaðilig árin á umhvørvið, og sum eiga at verða skift út. skift út. Hetta eru m.a. evni, sum í ávísan mun eru eitrandi, sum hópa seg upp í livandi verum Hetta eru m.a. evni, sum í ávísan mun eru eitrandi, sum hópa seg upp í livandi verum ogniðurbrótast niðurbrótast seint. og seint. Útlát í havið Miðaltøl fyri borispønir og kemikaliu, sum eru nýtt pr. leitiboring í sambandi við boringarnar á føroyskum øki: • • • • Borispønir Borimóra Cementleivdir Feitt til borirør uml. - Svørt: Svørt: Evni,iðiðsum sumútgangsstøði útgangsstøði verða loyvd. Evni, ikkiikki verða loyvd. Kunnutótóloyvast loyvast í serligum førum, um einki annað Kunnu í serligum førum, um einki annað finst. finst. Evni, vera hormonórógvandi, serasera eitrandi, hópa hópa seg upp í livandi Evni,iðiðkunnu kunnu vera hormonórógvandi, eitrandi, seg upp í verum livandiog verum og niðurbrótast niðurbrótastseint. seint. 1.000 tons 1.000 tons 15-30 tons 200-300 kg Gul Gul 5.2% 5.2% Reyð Reyð 0.4% 0.4% Svørt Svørt 0.0% 0.0% Grøn Grøn 94.4% Kemikaliu, sum verða nýtt til borivirksemi, verða vanliga bólkað sum víst í Mynd 12. 94.4% Útlát í luftina: Útlátið í luftina fyri tær fýra boringarnar hevur verið: • CO2 • NOx 3.000 50 - Mynd 12 Útlát av kemikalium í sambandi við leitiboringar á føroyskum øki Mynd 12 Útlát av kemikalium í sambandi við leitiboringar á føroyskum øki 10.000 tons9 200 tons Mynd 12 Útlát av kemikalium í sambandi við leitiboringar á føroyskum øki Hvør leitiboring svarar til ½ - 1 % av samlaða føroyska CO2-útlátinum í 2001. Tann stóri munurin kemst av, at uppankraðir boripallar nýta væl minni av orku enn teir, sum verða hildnir upp á pláss við motorum (dynamic positioning) 9 OSPAR List of Substances/Preparations Used and Discharges Offshore which are Considered to Pose Little or No Risk to the Environment (PLONOR) 10 19 5.3 Staðfestingar av árini Umframt regionalu støðiskanningina (sí 4.6), eru undan- og eftirkanningar gjørdar har tær fýra leitiboringarnar hava verið. Fyristøðufeløgini fyri hvønn einstakan brunn hava skipað fyri hesum kanningunum, og hava ymiskar starvsstovur og ymiskir kanningarhættir verið nýtt. Heiti Merking Regional støðiskanning Evnafrøðilig og lívfrøðilig kanning av sedimentum og botndjóralívi í øllum økinum í 1. leitiumfari, har feløgini hava bundið seg til at bora. Undankanning Evnafrøðiligar, og í nøkrum førum eisini lívfrøðiligar, kanningar á havbotninum á staðnum, har leitiboringin skal vera. Hesar kanningar verða gjørdar, áðrenn borað verður. Verða eisini nevndar Site-specific pre-kanningar. Eftirkanning Evnafrøðiligar, og í nøkrum førum eisini lívfrøðiligar, kanningar á havbotninum á staðnum, har borað hevur verið. Hesar kanningar verða gjørdar aftaná at leitiboring er farin fram. Verða eisini nevndar Site-specific post-kanningar. 5.3.1 Metal Ætlanin við regionalu kanningini og lokalu undankanningunum hevur verið at staðfesta umhvørvisstøðuna í økinum, áðrenn virksemið byrjaði, fyri seinri at kunna staðfesta, um boringarnar hava elvt til broytingar. Kanningarnar vístu, at metalúrslit frá undankanningunum og regionalu støðiskanningini ofta víkja frá hvørjum øðrum, eisini tá ið kanningarhættirnir hava verið teir somu. Hetta merkir, at kanningar, sum verða gjørdar í sama øki sum regionala støðiskanningin, ikki nýtast at geva somu úrslit, hóast kanningarnar eru gjørdar á sama hátt. Orsøkin er helst munur á jarðfrøðini í økinum. Í slíkum førum er tí sera virðismikið at hava lokalar (site-specific) undankanningar, sum eisini hava verið gjørdar higartil í 1. leitiumfari. Tá ið úrslit frá undan- og eftirkanningunum við hvørt boriholið sær vórðu samanborin, var greitt, at fyri onkran brunnin var signifikantur munur á undan- og eftirkanningarúrslitunum fyri øll tey ávístu metalini (barium, kadmium, krom, kopar, blýggj og sink). Fyri onnur var bert signifikantur munur á t.d. sink ella krom úrslitunum, sí Talvu 4. Frástøðan frá sjálvum boriholinum til sýnistøkustaðið, har eftirkanningarsýnini vórðu tikin, vístu seg at hava munandi ávirkan á lutfallið millum innihaldið av metalum í sedimentunum í eftirkanningunum í mun til undankanningarnar. Sjálvt um innihaldið av metali var hægri eftir leitiboringina enn frammanundan, fóru konsentratiónirnar ikki upp um árinsmørkini (kelda 26), undantikið innihaldið av sinki rundan um tvey av boriholunum, og kopari í einum einstøkum sýni. Talva 4 Lutfallið millum miðalinnihald av metalum í eftirkanningunum í mun til undankanningarnar er víst fyri hvørja boring. Minsta frástøða til borihol (m) 10 barium kadmium krom kopar blýggj kyksilvur 19 i.á. 3 3 13 i.á. 13* 16* 2* 4* 2* 3* i.á. 13* 8 i.á. 1* 1 1 i.á. 2* 1 i.á. 1 signifikant hækkað hækkað innihald ** signifikant innihaldav avmetali metali(p<0.05, (p<0.05,t-test) t-test) 1 1 i.á. 1 Leitiboring A B C D 15 100 250 i.á.==kanningarúrslit kanningarúrslit yvirhøvur yvirhøvur minni i.á. minni enn ennávísingarmark ávísingarmark A, einstøku boringarnar boringarnarí ítilvildarligari tilvildarligarirøð røð A, B, B, C C og og D D eru eru einstøku 20 sink Talva 5 Miðalinnihaldið av olju í sedimentum kring ymisku boriholini undan (pre) og eftir (post) boringarnar er víst saman við minstu frástøðu til sjálvt boriholið í sýnistøkuni til eftirkanningarnar. Minsta frástøða til Leitiboring borihol (m) A B C D THC, µg/g t.e. pre post PAH, ng/g t.e. pre post NDP, ng/g t.e. pre post 2.5 24.13 39.4 114.3 32.3 94.8 15 4.46 90.81 85.6 105.8 57.3 1002.1 100 nd 10* 17 13.4 34.8 36.2 127.8 0.41 1.58 0.31 12.8 26.4 23.5 2.8 28.8 25.4 post 10 250 regional støðiskanning Ikki ávíst ávíst við við ávísingarmarki ávísingarmarki 10 10 µg/g µg/g t.e. ** Ikki t.e. A, B, B, C C og og D D eru eru einstøku einstøku boringarnar í tilvildarligari A, tilvildarligari røð røð 5.3.2 Olja Olja er ein blanding av fleiri ymiskum mýlum, og tí eru fleiri parametrar, sum kunnu nýtast at lýsa oljuinnihald í t.d. sedimentum. Tann einfaldasti er THC (samlað kolvetnisinnihald), men hetta er samstundis so lítið nágreiniligt, at tað mest verður nýtt sum ein ábending um olju heldur enn ein lýsing av oljuinnihaldi. Ofta verður oljuinnihald í sedimentum lýst sum PAH innihald (polysyklisk aromatisk kolvetni), sum er eitt samlað heiti fyri evni sum naphtalene, benzo[a]pyrene, benzofluoranthene og phenanthrene. Í sambandi við umhvørviskanningar í økjum við oljuframleiðslu er tó vanligt eisini at nýta samanløgdu nøgdina av naphthalen, phenanthrene og dibenzothiophene, NPD, sum sigur nakað um, hvørjar keldurnar til oljuna eru. evnum í økjum, sum ikki eru merkt av dálking - er sambært OSPAR12 frá 1.0 til 3.8 ng/g turrevni av benzo[a]pyrene í Arktiska havinum og Íslandshavinum. Í regionalu støðiskanningini var miðalinnihaldið av benzo[a]pyrene 0.7 ng/g turrevni og var sostætt í lægra endanum av nevnda bakgrundsstøði. Oljuinnihaldið í sedimenti er millum annað tengt at innihaldinum av lívrunnum tilfari, av tí at oljumýlini festast til hetta. Tí er innihaldið av til dømis PAH í undankanningunum eisini tengt at gløðitapi, sum er eitt mát fyri nøgdina av lívrunnum tilfari. Hinvegin, tá ið serstakar keldur eru til eitt hækkað oljuinnihald, eins og aftaná eina leitiboring, so er ikki longur samanhangur millum PAH og gløðitap, men hinvegin er ein greið ábending um lækkandi PAH innihald við øktari frástøðu til boriholið sum víst á Mynd 13. Kanningar av úrslitunum av undan- og eftirkanningunum fyri hvørja boring sær vísa, at PAH og NPD innihaldið í sedimentunum yvirhøvur er vorðið hægri enn tey vóru áðrenn boringarnar (Talva 5). Í undankanningunum vóru evnini benzofluoranthen, benzopyren og phenanthren eins vanlig og naphtalen, men í eftirkanningunum vóru naphtalen oftast funnin í størstum nøgdum. Størsta mátaða innihaldið av naphtalen í eftirkanningunum (54 ng/g turrevni eftir leitiboring A) var innanfyri tað øki, har OSPAR metir, at árinsmarkið EAC er, t.v.s. um 50 – 500 ng/g turrevni (sí fótnotu 12). Innihaldið av PAH og NPD í sedimentum í leitiøkinum í Hetlandsrennuni varð staðfest í regionalu støðiskanningini til at vera í miðal ávíkavist 26 ng/g t.e. og 29 ng/g t.e. (Talva 5), og í teimum fýra undankanningunum var miðalinnihaldið av PAH úr 13 upp í 86 ng/g t.e. og av NPD úr 3 upp í 57 ng/g t.e. Sostatt er rættiliga stór variatión í tí, sum má metast sum bakgrundsstøði av PAH og NPD í sedimenti í leitiøkinum í Hetlandsrennuni11. Bakgrundsstøðið - tað merkir innihaldið av einum evni ella einum bólki av Upp í 261 ng/g t.e. av PAH varð ávíst í eini undankanning, tað vil siga áðrenn nakar aktivitetur fór fram í økinum. 12 ”Quality status report 2000” OSPAR Commission (www.ospar.org). EAC = Ecotoxicological Assessment Criteria eru defineraðir á s. 45 í frágreiðingina yvir alt OSPAR økið. 11 21 300 PAH (ng/g t.e.) 250 200 150 100 y = -29.599Ln(x) + 197.45 R2 = 0.2759 50 0 0 100 200 300 Frástøða frá boriholi (metur) Mynd 13 PAH innihaldið í sedimentum lækkar við frástøðu frá boriholinum (p=0.013). 5.3.3 Samandráttur Higartil eru fýra av teimum átta ætlaðu leitiboringunum í 1. leitiumfari framdar. Leitivirksemið hevur sostatt verið avmarkað, og ongin regional umhvørviskanning hevur verið gjørd síðani regionalu støðiskanningina í 2001 (kelda 6). Lokalar kanningar hava tó verið gjørdar rundan um tey einstøku boriholini, bæði áðrenn og aftaná boringina. Úrslitini í hesum lokalu kanningunum eru, at sum heild varð mátað hækkað innihald av metalum, sum vanliga verða kannað i hesum sambandi (barium, blýggj, kadmium, kopar, krom, kyksilvur og sink), og tá serliga barium og sink. Tó var hækkingin av metali í sedimentunum aftaná boringarnar ikki altíð hagfrøðiliga signifikant. Sum heild kundi kyksilvur ikki ávísast við ávísingarmørkunum fyri nýttu kanningarhættirnar. PAH innihaldið øktist hagfrøðiliga signifikant rundan um tvey av boriholunum, og minkaði, sum væntast kundi, við øktari frástøðu frá boriholunum. 22 6 Nakrar framtíðar uppgávur innan umhvørvisøkið Frálandavirksemi er nógv broytt síðani byrjað varð í eitt nú Norðsjónum fyri o.u. fjøruti árum síðani. Nýggj og umhvørvisvinarlig tøkni og kemikaliu eru tikin í nýtslu og boringar fara nú fram á alsamt djúpari sjógvi. Umhvørvisfyrisitingin og umhvørviseftiransingin eru somuleiðis broytt og arbeitt verður støðugt við at menna hesar. 6.1.1 Umhvørviseftiransing Tá ið borað verður frá eini havstøð, sum liggur einar 1000 m yvir havbotninum, fer útlátið av borispónum fram við havyvirflatuna. Borispønir innihalda leivdir av borimóru, sum inniheldur baritt13 og vatnloysilig evni. Av tí at evnini í borimóruni verða spjadd í sjónum og førd burtur við streyminum, er avmarkað hvussu stórur partur av hesum evnum sæst aftur á havbotninum kring boristaðið. Umhvørvismyndugleikar eru tí í samstarvi við granskingarstovnar í holt við at menna ein hátt at máta dálkingarevni uppi í sjónum. Royndir eru gjørdar við at nýta livandi djór sum ávísingarverur uppá dálking. Við hesum framferðahátti verða antin fiskur ella skeljar hildin í búri í økinum har virksemið, sum skal yvirvakast, fer fram, og verða soleiðis nýtt sum eitt slag av uppsavningarmiðlum fyri dálkingarevni í sjónum. Ein av trupulleikunum við at nýta livandi verur er tó, at ein eyka parametur kemur inn í myndina, tá roknast skal aftur frá innihaldinum av dálkingarevninum í ávísingardjórinum til upprunaliga útlátið frá einum boripalli. Tí kunnu ikki-livandi (passivir) uppsavningarmiðlar, sum á sama hátt verða hildnir á staðnum tætt við boripallin, vera ein áhugaverd loysn. Slíkir hava verið nýttir t.d. í eini kanning út fyri Gøteborg í Svøríki (Mynd 14), har tann parturin av dálkingarevnunum, sum er atkomuligur og verður tikin upp av kræklingi, verður samanborin við tað, sum verður tikið upp í passivu uppsavningarmiðlunum14. 13 14 ���������������������������������������������� ������������������������������������������������ Mynd 14 Útgerð sum varð nýtt í umhvørviskanning út fyri Gøteborg í Svøríki. Til høgru er ein skitsa av kanningarútgerðini, sum er samansett av bæði kræklingum í búri (A) og tveimum semi-permeablum membranum; einum, sum tekur upp feittloysilig evni, SPMD (B), og einum, sum tekur upp metal, DGT (C). Harafturat er ein hitamátari (D). Eisini sæst ein skitsa av kræklingum, sum eru settir í ein karm (=búr). (heimild: Åke Granmo) � � � � � � �� �� �� �� �� �� ��� � ��� � Eitt mineral av bariumsulfati Sambært Åke Granmo, Kristinebergs marina forskningsstation SE-450 34 Fiskebäckskil 23 6.1.2 Nýggir hættir til sýnistøku av sedimentum At taka sediment upp av havbotninum á 1000 metra dýpi ella meira, er sera krevjandi. Nýtt verður vanliga eitt størri serútgjørt skip við serkønum fólki (Mynd 15). Á staðnum har sýni skulu takast upp, kemur ikki sjáldan fyri at sýnistøkan miseyðnast bæði í fyrstu, aðru og triðju roynd, sum hvør tekur kanska tveir tímar. Tí er sýnistøka av hesum slag sera tíðarkrevjandi og kostnaðamikil. Tá ið boripallur ella boriskip eru á boristaðnum er vanligt at hava ein fjarstýrdan kavbát, ROV (remote operated vehichle) umborð, sum kann fylgja við og stuðla arbeiðinum á havbotninum. Hesir ROV´arnir kunnu nýtast til at taka sedimentsýni, og tí hevur sýnistøkan í sambandi við eftirkanningarnar (sí kapittul 5.3) í nøkrum førum verið gjørd við ROV. Eisini tá ið boripallur ikki er á staðnum, ber til at nýta ein ROV sýnistøku, men tá krevst at móðurskip til ROV´in fer inn í økið. Um hetta verður framtíðin er ikki greitt enn. Tað er tó greitt, at tá nýggir sýnistøkuhættir verða tiknir í nýtslu, er neyðugt við útgreiningum av, hvussu úrslitini, sum tá fáast, kunnu samanberast við úrslitini fingin á “gamlan” hátt, og tí er eitt ávíst menningararbeiði neyðugt. 6.1.3 Besta tøka tøknin Bæði leiti- og framleiðsluboringar eru tøkniliga sera krevjandi, serliga tá ið borað verður á djúpum vatni. Boringar eru eisini sera orkukrevjandi eins og ein hópur av kemikalium verða nýtt, eitt nú í borimóru. Áður varð vanligt at nýta oljugrundaða borimóru. Borispønir við oljugrundaðari borimóru vórðu tá vanliga koyrdar í havið, og hevði hetta sera óhepnar fylgjur fyri djóralívið á botni. Í dag er alt meira vanligt at nýta vatngrundaða borimóru, og har tað av tøkniligum orsøkum er neyðugt at nýta oljugrundaða borimóru, verður einki koyrt í havið. Alt verður tikið til lands til viðgerðar. Vegna strangari krøv frá bæði myndugleikum og oljufeløgunum sjálvum, verður nýtt alt meiri av kemikalium, sum ikki eru umhvørvisskaðilig. Bæði hjá myndugleikum og ídnaðinum hevur hugtakið besta tøka tøknin, BAT15, vunnið fram. Besta tøka tøknin er at skilja sum mest framkomnu framleiðsluhættir, tilgongdir og rakstrarmannagongdir fyri at fyribyrgja og avmarka dálking. Hugtakið fevnir ikki bara um tøkniligar loysnir, men eisini um 15 Best Available echniques 24 nútímans framleiðsluhættir, nýtslu av minni dálkandi rávørum, avmarking av burturkasti, endurnýtslu og endurvinning, umframt minni nýtslu av rávørum og orku. Ein treyt fyri at koma undir hugtakið er eisini, at tøknin er roynd og tøk á marknaðinum fyri rímiligan kostnað. 6.1.4 Umhvørvisstýring Flestu oljufeløg hava mannagongdir fyri verju av umhvørvinum. Nýtt verður ein sokallað umhvørvisstýriskipan, sum er ein skipan, har feløgini seta sær mál fyri betringum á umhvørvisøkinum, t.d. at útlátið av einum ávísum evni skal minkast ella halda uppat innan ávísa tíð. Fyri hvørt av hesum málum verða so gjørdar neyvar mannagongdir fyri, hvussu málið skal røkkast. Allar arbeiðsgongdir, sum hava týdning fyri umhvørvið, verða lýstar, og gjørdar verða neyvar mannagongdir og ábyrgdarbýti. Ein umráðandi partur av umhvørvisstýringini er at kunna og motivera fólk til at vera umhvørvisliga tilvitað. Mynd 15 Sýnistøka av sedimentum verður framd í Hetlandsrennuni á sumri 2001. Ein box-corari sæst á dekkinum umborð á Commandor Jack. Ovast í vinstru horni sæst ni›ur í box-coraran vi› fongi (kelda 18, heimild: L.-H. Larsen). Sovereign Explorer (heimild: J. Herluf Sørensen) 25 7 Keldur 1 Report of the Faroese Hydrocarbon planning commission to the Faroese Government. 1993. The Faroese Hydrocarbon Planning Commision 2. Fyrireikingar til oljuleiting. Frágreiðing frá oljuráleggingarnevnd Landsstýrisins. 1997. Oljuráleggingarnevnd Landsstýrisins av 1994. 3. Faroe Islands an Environmental Statement. 1997. Environment and Resource Technology Ltd, Atlantic Margin Group (Statoil efterforskning og produktion a/s, Entreprise Oil plc, Mobil North Sea Ltd) 16. Skov, H., Upton, A.J., Reid, J.B., Webb, A., Taylor, S.J. and Durink, 2002. Dispersion and vulnerability of marine birds and cetaceans in Faroese waters. Joint Nature Concervation Committee, Petersborough. 17. Grøsvik, B.E., Bjørnstad, A., Nævdal, A., Westerlund, S. and Aas, E. 2000. A Baseline Study of Greenland Halibut off the Faroe Islands. RF - Rogaland Research.* 18. Larsen, L-H. 2001. Field report: Bentic Baseline Survey of the Faroes offshore licence areas 001-004 April-June 2001. Akvaplan-Niva, Polarmiljøsenteret, Tromsø.* 4. Environmental Impact Assessment. 2001. Alpha Environmental Consultants.* 5. Bett, B.J., Pearson, T.H. and Sørensen, J. 2001. Expert Review of Seabed Fauna and Chemistry. Southampton Oceanography Centre, SEAS/ Akvaplan-niva, Kaldbak Lab.* 19. Hoydal, K. 2004. Coastal Baseline – Exposure and effects of PAH in the coastal zone around the Faroe Islands. Food and Environmental Agency.* 6. Mannvik, H-P., Pettersen, A. and JoLynn, C. 2002. Environmental baseline survey of the Faroe offshore licence areas 001 - 004 in the Faroe - Shetland Channel, 2001. Akvaplan-niva.* 20. Hoydal, K. 2004. Background levels of oil-derived pollution in fish and invertebrates from the coastal zone around the Faroe Islands – Biomarker analyses in fish and analyses of PAH and metals in invertebrates. Master thesis, University of Copenhagen, March 2004. 7. Debes, H.H. 2003. Macrozooplankton in the Faroe-Shetland Channel. The Faroese Fisheries Laboratory.* 21. Perry, F., Perry, R. and Park, I. 2001. Coastal Protection Plans Faroe Islands. Cordah Limited.* 8. Bruntse, G. Lein, T.E. and Nielsen, R. 1999. Marine benthic algae and invertebrate communities from the shallow waters of the Faroe Islands. A baseline study. Kaldbak Marine Biological Laboratory. 22. Jødestøl, K.A. 2001. Environmental Risk Assessment. Det Norske Veritas.* 9. Bruntse, G. and Tendal, O.S. (Ed). 2001. Marine biological investigations and assemblages of benthic invertebrates from the Faroe Islands. Kaldbak Marine Biological Laboratory.* 23. Dam, M. and Danielsen, J. 2003. Faroe Islands Coastal Resources and Prioritisation Maps. The Food, Veterinary and Environmental Agency. 24. Skognes, K. 2001. Oil Drift Simulations Faeroe Islands [GEM License 003]. Sintef.* 10. Thomsen, B. 2002. An Experiment on how seismic shooting affects caged fish. Faroes Fisheries Laboratory.* 25. Oil spill sensitivity maps and coastal protection plans for the Faroe Islands. 2001. Cordah Limited.* 11. Jákupsstovu, S.H. í, Olsen, D. and Zachariassen, K. 1999. Effects of seismic activity on the the fisheries at the Faroe Islands. Faroese Fisheries Laboratory.* 26. Long, E.R. og Morgan, L.G. 1990. The potential for biological effects of sedimentsorbed contaminants tested in the national status trends program. NOAA techn. memorandum, NOS OMA 52, pp 175. 12. Jákupsstovu, S.H. í. 1999. Fisheries in Faroese Waters. Faroese Fisheries Laboratory.* 13. Taylor, S.J. and Reid, J.B. 2001. The Distribution of Seabirds and Cetaceans around the Faroe Islands. Joint Nature Conservation Committee.* 27. Umhvørvisdeildin, 1999. Oljuleiting og umhvørvisfyrilit- Upprit fra Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Heilsufrøðiliga starsvsstovan. 14. Bloch, D., Mikkelsen, B. and Ofstad, L.H. 2000. Marine Mammals in Faroese Waters. Faroese Natural History Museum / Fisheries Laboratory.* 15. Olsen, B., Jensen, J-K. and Reinert, A. 2000. Populations of Guillemots, Razorbills and Puffins in Faroese Waters as Documented by Ringed Birds. Faroese Fishery Laboratory.* 26 * Hesar frágreiðingar eru at finna á www.foib.fo undir ”Reports”. 27