LÖGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister´s Office UTTANRÍKISTÆNASTAN 30. mars 2015 Málsnr.: 8900-015/15 Løgtingsmál nr. F-4/2014: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um uttanríkismál Frágreiðing til aðalorðaskiftis Løgmaður leggur við hesum støðulýsing um viðurskiftini á uttanríkisøkinum til aðalorðaskifti. Harra formaður! Føroyar hava rikið ein virknan og miðvísan uttanríkispolitikk hetta samgonguskeiðið. Fleiri stórmál eru loyst við góðum hegni. Góðu úrslitunum rukku vit, tí tjóðin stóð saman. Vit hava verið partur av stórari, diplomatiskari ósemju, tá ið stórveldið ES setti sera umfatandi handilstiltøk í verk ímóti okkum. Hóast brotasjógvarnir stundum vóru ógvisligir, stóðu vit ímóti, kravdu okkara rætt og vunnu okkum eitt rættvísari býti av umstrídda makrelfiskastovninum í norðurhøvum. Úrslitið talar fyri seg. Tá ið av tornaði, varð partur okkara í strandarlandaavtaluni um makrelfiskiskapin nærum trífaldaður sammett við gomlu avtaluna. Grundarlagið fyri søguliga góða úrslitinum var eitt gott samráðingarhandalag og tvey gerðarrættarmál ímóti ES, sum gjørdu sítt til, at handilstiltøkini vórðu sett úr gildi, og at semja varð gjørd við ES í sildamálinum. ES-marknaðurin er størsti marknaðurin fyri útflutning okkara. At uppsjóvarvinnan aftur hevur atgongd til henda marknað, hevur tí stóran týdning fyri Føroyar. Síðan viðurskiftini við ES komu afur í rættlag, hava vit havt góð sambond við høvuðsmarknaðir okkara. Harra formaður! Ósemjan við ES vísti, hvussu týdningarmikið tað er at menna aðrar marknaðir. Hóast vit handla mest við ES, økist markanaðarparturin uttan fyri ES støðugt. Føroyskir útflytarar hava seinnu árini leitað alt meira eystureftir, og útflutningurin til eystanlond er fleirfaldaður. Nýstovnaða, føroyska sendistovan í Moskva kemur í tøkum tíma, tí tørvurin á góðum handilsviðurskiftum í londunum í hesum partinum av heiminum er vorðin stórur. Sendistovan 1/5 LÖGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister´s Office í Moskva er stórt framstig og fer at hava virknan leiklut at vinna okkum betri handilsviðurskifti á hesum stóru og týdningarmiklu marknaðum. Skjótt fáa Føroyar atgongd til turkiska marknaðin, ið telur 80 milliónir fólk. Tað var eitt frambrot, tá ið eg í fjør kundi undirskriva fríhandilssáttmála við Turkaland. Talan er um fyrsta nýggja fríhandilssáttmála, sum er undirskrivaður, síðan seinast í nítiárunum. Turkaland er ein stórur og vaksandi marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk. Tollurin á vanligastu útflutningsvørum okkara hevur verið so høgur, at turkiski marknaðurin í roynd og veru hevur verið afturlatin. Henda forðing verður nú burtur, og harvið verður kappingarføri okkara styrkt, tí nú kunnu vit kappast á jøvnum føti við størstu kappingarneytarnar. Harra formaður! Føroyski landgrunnurin er vaksin. Á vári 2014 tók landgrunsnevndin hjá ST undir við føroysku krøvunum til ytra landgrunnin norðan fyri Føroyar. Hetta var stórhending, sum eisini vakti ans uttanlands. Føroysk embætisfólk stjórnaðu donsk-føroysku sendinevndini, ið slóðaði fyri frálíka úrslitinum. Føroyar fáa tillutaðar minst 27.000 ferkilometrar av landgrunninum norðan fyri 200 fjórðinga markið. Hetta gevur okkum rættindi til at vinna náttúrutilfeingi bæði úr havbotni og undirgrund. Granskingarsamstarvið við ES gevur okkum rættindi til at luttaka í og fáa stuðul úr stóru ESgranskingarskránni á jøvnum føti við granskarar úr Evropa. Eg hevði tann framíhjárætt at undirskriva nýggja Horizon 2020-sáttmálan stutt fyri ársskiftið. Nýggi sáttmálin merkir, at granskarar og fyritøkur í Føroyum virka undir somu fyritreytum sum granskarar og fyritøkur í ES-limalondum og í hinum atlimalondunum í sáttmálanum, tá ið ræður um útboð av verkætlanum og stuðul úr ES-granskingargrunninum. Harra formaður! Í viðurskiftum okkara við útheimin eru tikin stór stig hetta samgonguskeiðið. Eg haldi meg ikki siga ov nógv, tá ið eg staðfesti, at sjáldan áður hava vit rokkið so góðum úrslitum sum júst hetta valskeiðið. Sum tjóð kunnu vit kortini ikki setast afturá og bara njóta framd avrik. Tað tryggjar ongan framburð. Avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum eru stórar. Føroyskar útflutningsfyritøkur eru í harðari kapping á heimsmarknaðinum við millum annað fyritøkur í Noregi, Íslandi og ES. Føroyskir útflytarar eru tó munandi verri fyri í kappingini um atgongd til nýggjar marknaðir enn kappingarneytar teirra í hesum londum, tá teir annaðhvørt eru limir í ES ella EFTA. EFTA-londini hava í løtuni 25 fríhandilssáttmálar, ið fevna um 35 lond uttan fyri ES, og støðugt leggjast nýggir sáttmálar afturat. ES hevur eisini gjørt handilssáttmálar við lond kring allan heimin og er løtuni í samráðingum við millum annað USA, India og Japan. 2/5 LÖGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister´s Office Hetta krevur, at vit sum myndugleiki tryggja útflutningi okkara so góðar treytir, sum gjørligt. Landsstýrið virkar fyri at fáa handilssáttmálar í lag við lond, har búskapurin og marknaðurin fyri fiskavørur hevur bestu vakstrarmøguleikar. Nýggja útflutningsráðið er umráðandi liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at reka ein virknan handilspolitikk. Ráðið, sum er mannað við umboðum fyri vinnulív og almennar myndugleikar, er eitt bindilið millum vinnulív okkara og uttanríkistænastuna, ið er partur av Løgmansskrivstovuni. Kjarnin í arbeiðinum hjá útflutningsráðnum er at viðgera handilspolitikk, handilssáttmálar og handilspolitisk átøk, sum skulu hava við sær, at føroysk útflutningsvinna fær bestu karmar at virka undir. Harra formaður! Fríhandilssáttmálar við onnur lond skapa eisini arbeiðspláss og vøkstur. Søgan sigur okkum, at tað er drúgført at fáa í lag fríhandilssáttmálar. Føroyskir myndugleikar hava í nógv ár strongt á at fáa fleiri slíkar sáttmálar við onnur lond. Áhugin hjá hesum londum hevur ofta verið í lakara lagi, tí heimamarknaður okkara er avmarkaður. Metingin hjá londunum tykist ofta at vera, at stríðið at gera handilssáttmála er størri enn møguligi vinningurin. Tá ið fyritreytirnar eru so torførar, kundu vit valt at latið vera við at roynt at útvega okkum fleiri handilssáttmálar. Hetta er kortini ikki gongd leið, tí so koma vit ongan veg fram. Vit eiga áhaldandi at gagnnýta teir møguleikar, sum eru, tí hetta er ómetaliga týdningarmikið, bæði fyri føroyskar útflytarar og føroyska samfelagið. Handilsviðurskiftini við útheimin er eitt tað týdningarmesta uttanríkispolitiska økið í løtuni. Tí mugu vit gera nakað ítøkiligt við veiku samráðingarstøðu okkara. Vit eiga at gagnnýta tætta samstarvið við danskar myndugleikar, sum við sínum sendistovum og limaskapi í millumtjóða felagsskapum kunnu styrkja samráðingarstøðuna hjá okkum. Vit mugu eisini hyggja nærri at, um vit ikki eiga at seta størri orku og játtan av til økið. Landsstýrið roynir støðugt at styrkja samskifti okkara við Russland, Kina, Brasil, Ukraina, Japan og Suðurkorea. Aðalmálið í ár er at fáa samráðingar í lag við fleiri av londunum. Vit vita, at einki kemur av sær sjálvum, og sama um tilgongdin gerst drúgv, so skylda vit hvør øðrum at banka upp á tær dyr, sum vit vilja lata upp fyri okkara virkisfúsa og dugnaliga vinnulívi. Harra formaður! Hoyvíkssáttmálin hevur skjótt virkað í 10 ár. Sáttmálin hevur verið fyri nógvum atfinningum her heima. Trupulleikar við eitt nú at útflyta heilivág, landbúnaðarvøru og mjólkaúrdrátt hava havt við sær, at bæði politikarar og vinna vilja vera við, at sáttmálin tænir íslendingum betur enn føroyingum. Landsstýrið eftirmetir í løtuni Hoyvíkssáttmálan. Vísa niðurstøðurnar í eftirmetingunum, at føroyingar eru fyri mismuni, eiga vit at taka samráðingar upp við Ísland fyri at rætta ójavnan í sáttmálanum. 3/5 LÖGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister´s Office Fleiri vansar eru við verandi viðurskiftum við ES, og stórur tørvur er á at endurnýggja og dagføra samstarv okkara við samveldið. Handilssáttmálin við ES frá 1997 er ikki longur tíðarhóskandi. Hann endurspeglar eitt tíðarskeið, tá ið føroyskir útflytarar fyrst og fremst útfluttu botnfisk til ES-marknaðin. Seinnu árini er útflutningurin broyttur grundleggjandi. Størsti partur av føroyska útflutninginum seinastu árini hevur verið uppsjóvarfiskur og alifiskur, og útflutningurin av botnfiski er nógv minkaður. Nýggja útflutningsmynstrið krevur ein dagførdan handilssáttmála við ES. Verandi karmar halda okkum føst í einum leikluti sum rávøruútflytari til ES-marknaðin. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Vit eiga og mugu hava møguleikan fyri at virka og virðisøkja okkara fyrstafloks rávøru úr eitt nú uppsjóvarfiski og alifiski. Tað eru kortini ikki einans handilsviðurskifti okkara við ES, sum krevja ábøtur. Tað er neyðugt at seta føroyskan evropapolitikk aftur á breddan. Spentu viðurskiftini millum Føroyar og ES frá 2010 til 2014 gjørdu sítt til, at ferð ikki kundi setast á tilgongdina at menna tættari og nútímansgjørd viðurskifti millum Føroyar og ES, ið kunnu gagna sínámillum samstarvinum á fleiri økjum. Nú er løtan komin. Viðurskiftini millum Føroyar og ES eru greinað fleiri ferðir, og fleiri álit eru skrivað, men politiska skipanin hevur framvegis ikki funnið eitt felags stev í hesum spurningi. Føroyskur evropapolitikkur hevur seinastu mongu árini í alt ov stóran mun snúð seg um, hvørjar dyr, vit skulu nýta fyri at røkka málinum um tættari samband við ES. Orðaskiftið um okkara verandi leist, álandsleistin, skipanina hjá Sveis, tollsamgongu, EBS-limaskap ella limaskap gjøgnum Danmark hevur køvt kjakið um ítøkiliga tørvin at nærkast ES í einum tættari samstarvi. Stór orka er løgd í at lýsa formligu viðurskiftini, meðan arbeiðið við at fáa eitt greitt yvirlit yvir, hvar tørvurin er, hevur ligið á láni. Uttanríkistænastan arbeiðir tí í løtuni við at greina, á hvørjum økjum vit ynskja at bøta um verandi samstarv. Greiningararbeiðið verður liðugt í næstum. Tað verður grundarlagið hjá landsstýrinum, tá ið ein ætlan skal leggjast fyri samráðingunum við ES um nýggjan samstarvskarm. Vit hava leingi verið avskorin frá evropeisku samansjóðingini, tí at vit eru hvørki limur í ES ella EBS. Hetta setir okkum í eina serstøðu, tí fleiri av næstu grannum okkara og kappingarneytum hava antin ES- ella EBS-limaskap. Hetta tryggjar teimum betri viðurskifti á fleiri samfelagsøkjum. Evropeiskar smátjóðir, ið ikki eru limir í ES, eru í løtuni í eini tilgongd at gera nýggjan samstarvskarm við samveldið fyri at fáa betri atgongd til felagsmarknaðin, uttan tó at gerast limir. Harra formaður! 4/5 LÖGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister´s Office Samstarvið í ríkisfelagsskapinum hevur eisini sínar avbjóðingar í millumlandaviðurskiftum okkara. Tað er neyðugt hjá Føroyum, Danmark og Grønlandi at endurskoða DFG-skipanina. Uttanríkispolitiska lógin hevur áseting um, at landsstýrið kann ikki einsamalt taka avgerð í altjóðarættarligum sáttmálum, ið viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi. Tá er neyðugt at virka í felag saman við Grønlandi. Luttøka av hesum slag ber heitið “Danmarkar kongsríki, Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi.” Talan skal vera um sáttmálar, har Danmark ikki er partur, ella har ES umboðar Danmark sum sáttmálapart, og har Føroyar hava yvirtikið málsøkið. Føroyar og Grønland hava í samstarvinum lagt seg eftir, at um bert annað landið hevur ítøkilig áhugamál í einum fiskiskapi, verður tað hetta landið, sum ger av, hvussu atkvøðast skal. Tað er tó sjón fyri søgn, at áhugamálini hjá Grønlandi og Føroyum eru ikki altíð tey somu, tí talan er um tvey ymisk lond við hvør sínum fiskileiðum. Tá er tað ein meinbogi, at tað er kravt, at vit skulu atkvøða eins. Ymisku áhugamálini í løtuni, serliga í NEAFC, skunda undir eina tilgongd at endurskoða hesa áseting í uttanríkispolitisku lógini. Uttanríkispolitiska lógin hevur 10 ár á baki, og eitt hóskandi stig er, at partarnir í felag hyggja nærri at sáttmálanum. Á ríkisfundinum í summar ætlar landsstýrið at skjóta upp, at partarnir fara at dagføra skipanina. Tað eru ikki bara Føroyar og Grønland, ið hava ymisk áhugamál í NEAFC. Strandarlondini hava í løtuni ilt við at finna eitt felags stev í býtinum um ferðandi fiskastovnarnar í norðurhøvum. Eingin semja er í løtuni millum strandarlondini um fleiri uppsjóvarfiskasløg. Ein av størstu uttanríkispolitisku avbjóðingunum er at finna eina semju. Føroyar hava eina servitan og serligar royndir sum oyggjaland við eini framkomnari fiskivinnu. Tað er ábyrgd okkara at tryggja vunnin rættindi og at gagnnýta havið og havsins tilfeingi burðardygt. Trygdarpolitiska støðan í okkara parti av heiminum er nógv broytt seinastu árini. Viðurskiftini ímillum Russland øðrumegin og NATO og ES-londini hinumegin eru kaldari, og hernaðarligi spenningurin í Evropa er øktur. Tá ið Russland í fjør setti handilsbann í gildi móti ES, Noregi og fleiri øðrum vestanlondum, vórðu vit ikki fevnd av banninum. Politikkur okkara er at hava góð viðurskifti við allar tjóðir kring okkum, so at vit kunnu tryggja góð handilsviðurskifti og holla samvinnu við marknaðin – eisini tann russiska. Vit hava langa siðvenju fyri at samstarva væl við Russland. Kortini skal eingin ivi valda um, at Føroyar í trygdarpolitiskum høpi eru ein samanrunnin partur av vesturheiminum. Takk fyri harra formaður Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður / Marjun Hanusardóttir 5/5