VINNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Tórshavn, tann: 4. februar 2009 J.Nr.: / (at tilskila í svari) Viðgjørt: Váðalýsing av ávísum føroyskum vinnugreinum Innleiðing At greina út álvarsligu og vaksandi alheimskreppuna í fáum orðum, er ikki gjørligt, og tað er heldur ikki ætlanin við hesari lýsing. Her man vera nóg mikið at staðfesta, at ógvuslig føll í virðum á fastari ogn hava tikið fótin undan fíggingarvinnum um allan heim. Peningur læntur víða hvar er settur í fígging í vón um góðan og tryggan vinning. Væntaði vinningurin er vorðin stórtap, og lánini kunnu ikki gjaldast aftur. Stóru tapini hava skapt óvissu um gjaldførið hjá fíggingarvinnuni og lánsveitingina millum fíggingarstovnar. Ógvusliga krympingin í renslinum av reiðum peningi hevur ávirkað allar vinnur, og alla vanliga kredittveiting í handli. Fyritøkur, sum eru hampuliga fyri, royna sjálvar at fíggja sína sølu og útflutning, men trúliga steðgar eisini upp her, kemur ikki gongd í peningarenslið aftur, og óvissan um gjaldførið ruddað av vegnum. Summar vinnur dragast eisini við bygnaðarligar trupulleikar, ið gjaldføriskreppan herðir. Bygnaðarligu trupulleikarnir kunnu vera íkomnir av ovurmeting av virðum í vinnuni, av stirvnum karmum og avtalum í vinnuni o.s.fr. Samanumtikið kann sigast, at vinnurnar eru í vanda fyri at verða læstar í gjaldføristroti, ið hóttir gomlu virðini í teimum, og sum saman við bygnaðarligum trupulleikum hóttir við at steðga øllum liðiligleika og nýbroti. Henda lýsing Vinnumálaráðið kennir seg vera tað ráð, ið situr næst at hava eyguni eftir yvirskipaðu vinnuligu kørmunum í landinum. Tí hevur Vinnumálaráðið í tveimum umførum orðað vinnupolitikk landsins sum leiðskipandi fyri tað almenna og vinnulívið. Í kjalarvørrinum av alheims fíggjarkreppuni er møguleiki fyri, at ávísir geirar, sum eru kritiskir fyri samfelagið koma í gjaldføristrupulleikar. Fyri at ein slík kreppa ikki skuldi koma óvart á okkara politiska myndugleika, fór Vinnumálaráðið undir at lýsa ymsar geirar – øðrumegin við at lýsa, hvussu gjaldføri er í ymsu geirunum og hinumegin, hvørjir størstu váðarnir eru. Vinnumálaráðið setti sær fyri stutt at lýsa einstøku geirarnar og at lýsa og eyðmerkja størstu váðarnar, samstundis sum gjaldføri skuldi lýsast hjá hvørjum einstøkum geira. Síðan kunnu spurningar so sum prísir og eftirspurningur viðgerast og annars, hvussu framtíðin sær út. Henda lýsing er ætlað til innanhýsis nýtslu og sum stuðul hjá landsstýrismanninum í sambandi við støðutakan til týdningarmiklar ítøkiligar loysnir, ið ikki eru skeiklandi fyri framtíðar vinnukarmar. TINGANES • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 35 60 60 • TELEFAX 35 60 65 • E-MAIL: VMR@VMR.FO VINNUMÁLARÁÐIÐ Fyrisitingin av fleiri av føroysku vinnugreinunum liggur hjá øðrum landsstýrismálaráðum, og Vinnumálaráðið hevur hvørki neyðugu vitanina ella heimildina at leggja hesum ráðum lag á. Men ongin vinnugrein er leys av hinum í landinum, allar ávirka og verða ávirkaðar av øðrum, og tí hevur Vinnumálaráðið tikið stig til at fáa lýst verandi støðu hjá nøkrum fáum, týðandi og fyri landið kritiskum vinnugreinum og gjaldførisstøðu teirra nú, og roynt hevur í nøkrum førum at mett um, hvussu støðan kann fara at verða í 2009. Men umframt ta ítøkiligu støðuna, ið tók seg upp á heysti 2008 hevur Vinnumálaráðið saknað støðuga, dagførda lýsing av standinum í føroyskari vinnu, og ein ætlan at fara undir hesa frágreiðing nú hevur verið at gera slíkar lýsingar afturvendandi og rúmari. Tá henda frágreiðing verður latin úr hondum, tykjast óvissurnar um framtíðar vinnulig útlit heldur ikki so hóttandi og kaotisk, sum tá byrjað varð upp á arbeiðið. Lýsingarnar byggja á útgreiningar og mettar framskrivingar gjørdar av grannskoðarafyritøkum, ið við støði í roknskapum frá skipum, flakavirkjum og alifyritøkum hava útgreinað støðuna hjá fiskiflotanum, flakavinnuni og alivinnuni. Eisini er støðan gjørd upp hjá byggivinnuni, og við støði í almennum tølum, sum verða kunngjørd hvønn ársfjórðing á keypsskálum, er eisini mett um gjaldføri hjá føroyskum peningastovnum. Fleiri vinnur eru ikki tiknar við, sum í størri heildarmynd helst áttu at verið tiknar við, t.d. retailvinna umframt tænastuvinnu yvirhøvur. Valt er at halda seg til tær vinnur, sum eru tær fyrstu at bera alheims gjaldføriskreppu inn á føroyska samfelagið, samstundis sum tær vera mettar at vera kritiskar fyri samfelagið. Tá hesar vinnur fáa trupulleikar við søluni, annaðhvørt við at gjaldspeningurin ikki kemur til høldar ella/og prísurin fellur, tí talið á kundum, ið hava gjaldføri, minkar, fær tað sjálvsagt ávirkan á heimliga samfelagið við vaksandi arbeiðsloysi, minni keypiorku og –hugi og størri sparsemi. Tær vinnur, sum eru kritiskar fyri samfelagið, eru mettar at vera fíggjargeirin og útflutningsgeirin (fiskivinna og alivinna) og hesar eru tiknar við í lýsingina. Afturat hesum er byggivinnan lýst, tí hon er eitt sera gott barometur fyri, hvussu dynamikkurin er í samfelagnum. Steðga byggingarnar í landinum upp, noyðast fakfólkini í hesari vinnu ofta burtur at vinna, og ung verða ikki tikin inn í læru. Eisini verður hugt at sølu av bilum, tí hon lýsir væl, hvussu keypihugur borgarans er.. Tænastufyritøkur, sum eru kritiskar fyri samfelagið, eru tær, sum hava við undirstøðukervi at gera. Hesar eru Føroya Tele, Atlantsflog, SEV og down-stream oljufeløg. Burtursæð frá oljufeløgunum eru hesi feløg almenn, sum merkir, at tað almenna kann traðka til við gjaldføri, um tørvur verður á tí. Oljufeløgini, sum eru Shell og Statoil, eru privatar fyritøkur, sum eru neyðugar fyri føroyska samfelagið. Tær eru ikki við í lýsingini. Aðrir vinnur vera ikki roknaðar sum kritiskar fyri samfelagið. Kanska flutningsfeløg hava týdning fyri samfelagið, men tvey av feløgunum eru íslendsk, og meirilutin av Smyril Line er vorðin almennur. Hesin geirin verður ikki viðgjørdur. Heldur ikki eru tiknar við tænastuvinnur, sum í størri og minni muni venda sær til útheimin – av handahógvi kunnu nevnast Thor, Vónin, MEST og veitarar til russisk og onnur skip, ið vitja Føroyar. Ein samandráttur av einstøku geirunum er gjørd niðanfyri. Roknskapargreiningarnar fyri geirarnar eru viðlagdar sum fylgiskjøl. Valt er fyrst at lýsa fíggjargeiran. Fíggjargeirin Alheims fíggjarkreppan hevur eisini ávirkað føroyska fíggjargeiran. Trupulleikin er sum sagt fyrr eitt gjaldføristrot og vantandi álit millum peningastovnar. Hetta hevur ført við sær, at torført er at 2/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ lána gjaldførið á altjóða marknaðinum. Gjaldførið skal tí fíggjast við innláni. Trupulleikin stingur seg upp, tá útlán er størri enn innlán. Talva I niðanfyri vísir trupulleikan. Talva I. Útlán í mun til innlán í føroysku peningastovnum. 1990 1996 Innlán 9.218 6.390 Útlán 9.836 4.965 Munur -618 1.425 Kelda: Rasmussen og Weihe 1999 7.566 7.193 373 2001 8.889 8.417 472 2003 8.789 9.517 -728 2005 10.206 10.594 -388 2006 12.019 12.994 -975 2007 13.696 18.556 -4.860 2008 13.271 18.909 -5.638 Føroysku peningastovnarnir hava í 2008 5,6 mia. kr. størri útlán enn innlán. Hetta skal fyrr ella seinni umfíggjast. Tá metast skal um, hvussu peningastovnar eru fyri, verður her hugt at útlánsprosenti og gearing, t.v.s. hvussu ofta eginpeningurin er útlæntur. Til ber at síggja lyklatøl fyri peningastovnar í fylgiskjali 5. Her verða nøkur høvuðstøl tikin fram. Talva II vísir, at peningastovnarnir vóru væl konsolideraðir við lítlum váða fram til 2005, tá vøksturin í útlánum rættiliga tók dik á seg. Útlánsprosentið fór úr áleið 100 upp ímóti 150 í fjør. Tó meta peningastovnarnir ikki, at hetta er ein trupulleiki. Solvensurin hjá føroysku peningastovnunum er góður í mun til miðal í eitt nú Danmark. Kravið frá danska statinum er 12, og allir føroyskir bankar liggja omanfyri, har teir størstu liggja millum 18 og 20. Talva II. Lyklatøl fyri føroyskar peningastovnar 1999 38,9 29,3 31,0 17,4 2000 38,8 29,6 31,0 17,2 2001 41,9 24,1 32,5 17,0 2002 46,9 22,0 30,1 17,7 2003 47,1 19,1 29,2 21,4 2004 47,3 19,0 29,6 20,7 2005 27,5 14,4 25,5 15,3 2006 23,8 14,3 19,0 15,7 2007 17,9 19,6 17,5 14,4 2008 18,3 20,5 17,4 13,8 Solvensprosent Solvensprosent Solvensprosent Solvensprosent Føroya Banki Eik Banki Norðoyar Sp. Suðuroyar Sp. Útlánsprosent Útlánsprosent Útlánsprosent Útlánsprosent Føroya Banki Eik Banki Norðoyar Sp. Suðuroyar Sp. 100,3 91,0 96,0 83,9 113,6 90,5 88,5 83,3 98,3 96,4 86,5 72,5 102,0 102,9 93,9 76,4 107,9 112,3 99,5 88,9 106,0 111,2 107,6 86,9 98,6 113,4 92,9 95,6 122,9 95,1 111,5 107,2 142,7 132,6 108,1 96,3 148,1 148,9 112,8 ????? Gearing Gearing Gearing Gearing Føroya Banki Eik Banki Norðoyar Sp. Suðuroyar Sp. 2,5 4,1 3,7 6,4 2,4 4,0 3,5 6,4 2,4 4,4 3,4 6,4 2,3 4,5 3,5 6,3 2,3 5,2 3,7 6,5 2,3 4,7 3,7 7,1 3,7 4,8 3,9 8,1 4,3 4,3 4,9 8,7 5,6 3,8 5,4 8,9 5,5 4,0 5,4 9,8 Gjaldf. yvir lóg. krav Gjaldf. yvir lóg. krav Gjaldf. yvir lóg. krav Gjaldf. yvir lóg. krav Føroya Banki Eik Banki Norðoyar Sp. Suðuroyar Sp. 368,4 175,0 209,1 198,8 209,1 156,8 277,8 204,9 302,9 121,3 279,9 303,2 297,3 80,6 227,7 205,1 260,3 90,6 158,6 159,9 261,2 80,6 106,9 146,9 244,9 52,4 156,8 55,2 132,2 100,9 27,6 32,2 103,2 71,4 66,6 39,1 72,0 32,3 51,7 72,0 Burturlegging Føroya Banki Burturlegging Eik Banki Burturlegging Norðoyar Sp. Burturlegging Suðuroyar Sp. Kelda: Rasmussen og Weihe 20,5 1,5 4,0 2,4 14,2 1,7 3,9 2,9 12,4 1,8 3,9 3,5 12,2 2,0 3,9 3,5 13,5 8,3 3,2 2,1 11,0 9,4 3,2 2,5 7,9 5,4 1,9 2,0 5,0 3,0 1,3 1,4 3,2 2,4 1,0 1,2 3,3 2,7 1,3 ????? 3/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ Tosað hevur verið um, at gearingin fyri danskar bankar ikki skal vera hægri enn 7 ella 8. Gearingin av Føroya Banka er 5,5 og fyri Eik er gearingin 4, so hesir peningastovnar liggja væl fyri. Tó liggur Suðuroyar Sparikassi á 9,8 við einum solvensi á 13,8. Tó er útlánsprosentið undir 100. Í 2006 vóru samlaðu føroysku útlánini 13,0 mia. kr., meðan innlánini vóru 12 mia. kr. Har var sostatt eitt innlánsundirskot í 2006 á 1 mia. kr. Hetta innlánsundirskot er í 2008 hækkað til 5,6 mia. kr., jf. talvu I. Undirskotið hevur týdning fyri peningastovnarnar, tí teir skulu út á marknaðin at endurfíggja gjaldførislánini. Í løtuni virkar lánimarknaðurin ikki til fulnar, sum merkir, at peningastovnar kunnu vera trýstir til at nokta kredittum og útláni og í ringasta føri vera noyddir til at uppsiga lán og avvísa at endurfíggja kredittir. Ein møguleiki at minka um innlánsundirskotið er, at landsstýrið flytur tær 1,5 mia. kr., sum landsstýrið hevur í útlandinum, til Føroya. Hetta vil minka um innlánsundirskotið til 4,1 mia. kr. Sama kunnu onnur, ið hava munandi upphæddir standandi uttanlands, umhugsað at gjørt. Hetta kann hava eitt jaligt árin, tí tað eru bara partar av undirskotinum, sum skulu endurfíggjast hvørja ferð og ikki alt undirskotið undir einum. Ein annar møguleiki er at brúka realkreditfígging av sethúsum. Í dag verða eini sethús fíggjað av peningastovni. Peningastovnurin veitir fígging til kundan við at skaffa sær innlán. Hetta er ein gjaldføriskrevjandi skipan - ein skipan, har fíggingin og innlánini ikki hava somu afturgjaldstíð. Tær góðu tíðir, sum hava verið seinastu árini, saman við avdráttarskáa og skattalættum hava viðvirkað til, at húsaprísir hava hækkað skjótt innan stutta tíð og harvið gjaldføristørvurin hjá peningastovnum til at tæna bústaðarmarknaðinum við. Av samlaðu útlánunum er mett, at góðar 5,6 mia. kr 1 . egna seg til realkreditfígging, um so er, at allir 1. veðhaldskundar í Føroyum løgdu síni lán um til realkredit. Hetta hevði leysgivið gjaldføri, sum svarar til innlánsundirskotið. Realkreditskipanin virkar soleiðis, at realkreditstovnar vegna kundan útskriva lánsbrøv til eitt nominelt virði og ein rentufastsetanarhátt (fasta rentu, semi-fasta ella variabla rentu). Lánsbrøvini verða boðin á marknaðinum umvegis ein keypsskála, har íleggjarar handla lánsbrøv. Húseigarar gjalda rentu til realkreditstovnin, sum víðarisendur tær til tann, ið eigur lánsbrævið saman við møguligari úttøku av lánsbrævinum, sum svara til avdráttir. Realkreditstovnurin fær eitt avgjald frá húseigaranum fyri sína tænastu. Munurin í mun til bankafígging er, at útveganin av kapitali er fingin umvegis ein ultra likvidan marknað, har ein hópur av stórum institutionellum aktørum eru, og har fíggingin hevur somu afturgjaldstíð. Tó skulu nakrar almennar fyritreytir vera uppfyltar fyri at fáa eina effektiva realkreditskipan í Føroyum: • • • 1 Almennar metingar av virði á sethúsum, tí realkreditfígging er avmarkað til 80% av sethúsavirðinum. Lóggáva um realkreditt. Almennar metingar hava eisini jaligan týdning fyri metingina av solvensinum hjá føroysku peningastovnunum, tí Fíggjareftirlitið ásetur í dag ein prís á føroysk sethús, t.d. 1,3 mió. kr. í Tórshavn, sum umboðandi 80% av virðinum á sethúsunum. Ein Tær 5,6 mia. Kr. er ein meting bygt á útgoldnað almenna rentustuðulin og samrøður við føroyskar peningastovnar. 4/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ • • • • rættari prísur kann økja tann partin av útlánunum, sum kann vektast niður í samband við solvensútrokningar. Broytingar í tinglýsingaravgjaldinum, so kundarnir fáa ein lutfalsligan lágan skiftikostnað frá bankafígging til realkredit. Broyting av núverandi skaðaloysisbrævi til pantubræv lutfalsliga bíliga, tí lánsbrøv eru útskrivað við trygd í pantubrævi. Skattafrítøka fyri konverteringskursvinningum, tí ein partur av dynamikkinum annars er avmarknaður. Størri vitan millum føroyskar borgarar um eginleikarnar og fyrimunirnar við realkreditfígging (upp- og niðurkonverteringar) saman við førleikamenning av starvsfólki til at megna at ráðgeva í realkreditti. Um øll 1. veðhaldssethúsalán vera umløgd til realkredittfígging vil tað loysa trupulleikan við innlánsundirskotinum á 5,6 mia. kr. Treytin er, at omanfyrinevndu avmarkingar verða minkaðar. Tað er tó í dag møguleiki fyri at umleggja sethúsalán til realkredit, um føroysku peningastovnarnir gera eina avtalu við ein útlendskan realkreditstovn. Tað er tó órealistiskt at halda, at allir sethúsaeigarar fara at umleggja síni lán, um stórar útreiðslur eru bundnar at tí, og um lánini næstan eru útgoldin. Men tað er nærliggjandi at halda, at realkredittur kann vera ein partur av loysnini til at fíggja innlánsundirskotið í føroyskum peningastovnum, umframt at fíggingarmynstur og –møguleikar í Føroyum gerst meira fjølbroytt. Bankapakki II er júst almannakunngjørdur og kann týða, at fyribils eru áneyðirnar at fíggja innlánsundirskotið ikki so bráðneyðugt, men enn er trupult at meta um, hvønn jaligan týdning hann kann fáa fyri føroyskt vinnulív. Umhugsin loysn á bygnaðartrupulleikum í vinnum kann verða eitt úrslit, men fyri vinnur í menning átti pakkin at verið ein bati. Tryggingargeirin Hendan vinnugreinin verður ikki viðgjørd á hesum sinni. Mælt verður tó til at meta um, hvørt reglur fyri skatting og avgjøldum á pensiónum skulu broytast, tá pensiónir verða teknaðar uttanlands, soleiðis at samfelagið fær flest møguligar inntøkur og gjaldføri. Fiskivinnan Niðanfyri eru nøkur tøl úr roknskapargreiningini fyri fiskiflotan í árunum 2003-2007. Eisini er ein meting gjørd av 2008. Talva III. Ávís roknskapartøl fyri fiskiflotan Nettosøla Fíggjarútreiðslur Ársúrslit Veðskuld Eginogn Goodwill/veiðuloyvi Ársúrslit fjarfiskifl. Gjaldførisstig 1 2004 1.542.846 78.712 -17.321 1.283.440 719.583 56.876 56.402 0,9 2005 1.686.591 74.746 45.127 1.441.513 660. 136 68.346 58.329 1,3 2006 2.064.097 110.814 369.185 2.251.991 787.129 286.261 171.960 1,0 5/14 2007 1.951.942 133.310 36.306 2.273.479 783.675 334.779 165.828 1,1 VINNUMÁLARÁÐIÐ Ársúrslit heimafl. -36.992 1,1 Gjaldførisstig 1 Kelda: Rasmussen og Weihe 7.982 1,2 18.359 0,9 -30.845 0,6 Nettosølan vísir, at hon sveiggjar rættiliga fitt frá ári til árs. Àrið 2006 vísti seg at vera eitt gott ár við stórum vøkstri. Fíggjarútreiðslurnar eru hækkaðar 69% frá 2004 til 2007. Størsta økingin er í pelagiska flotanum, tí har eru nýggj og dýr skip komin inn í flotan. Eisini eru útreiðslurnar hjá línuflotanum hækkaðar nógv – ikki tí, at nýggj skip eru komin inn, men tí at tey hava skift eigara seinastu árini og í hesum sambandi er skuldin nógv hækkað. Ársúrslitið vísir, at undirskot var í 2004, síðani var eitt rímiligt yvirskot í 2005 og 2007, meðan stórt yvirskot var í 2006. Um hugt verður at ársúrslitinum áðrenn óvanligt fyri fjarfiskiflotan, hava tey hvørt ár verið góð. Heimaflotin hinvegin hevur ikki havt nøkur góð ár uttan í 2006. Tølini vísa, at seinnu árini eru veiðuloyvini kapitaliserað og eru hækkað úr 56 mió. kr í virði til 334 milliónir krónur. Rúmliga 40 % av hesi øking sæst fyri onnur skip (tað er Næraberg), men partrolarakeyp og í minni muni línuskipakeyp eiga góðan part av hækkingini. Orsøkin er, at hesi skip hava skift eigarar. Roknast kann við, at onkur reiðarí eru illa fyri fíggjarliga. Gjaldførisstigið vísir eisini, at gjaldførið hjá fjarfiskiflotanum er ílagi burtursæð frá rækjuflotanum, meðan gjaldførisstigið hjá heimaflotanum vísir, at gjaldføri er vánaligt. Ein meting er eisini gjørd fyri 2008. Metingin fyri 2008 er gjørd við støði í veiðuhagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag, har nettosølan hjá skipum eru broytt eftir veiðuhagtølunum. Út frá hýru-prosentinum hjá ymsu bólkunum í 2007 er mett hýra roknað fyri ymsu skipini. Onnur roknskapartøl eru óbroytt. Tað merkir, at til ber at simulera eitt úrslit fyri 2008. Men av tí, at enn vanta avrokningar fyri skip, eru heildartøl fyri fiskivinnuna fyri 2008 ikki nóg eftirfarandi til at leggja fram. Serliga vanta avrokningar fyri verksmiðjuskipini. Undirstrikast skal, at hesar metingar skulu takast við størsta fyrivarni, tí her er bert talan um at framrokna eitt úrslit fyri 2008 út frá tølum fyri 2007 bert tilpassað eftir veiðuvirðinum, sum Fiskimannafelagið hevur fingið upplýst. Haldast kann tó, at tølini fyri heimaflotan er rímiliga eftirfarandi. Metingin vísir, at allur flotin í 2008 gevur hall burtursæð frá uppisjóvarflotanum, sum hevði eitt yvirskot. Tó eru ov stórir manglar fyri verksmiðjuskip til at siga nakað um avrikið hjá hesum bólki. Sigast kann við rímiligari stórari vissu, at heimaflotin gav allur stórt hall. Tó er spjaðing millum bátarnar og ávís reiðarí hava havt yvirskot. Eginpeningurin fram til 2007 er ikki nevnivert broyttur. Men metingin fyri 2008 vísir, at eginpeningurin hjá uppisjóvarskipum og verksmiðjuskipum er ílagi, meðan fyri rækjuskip er eginpeningurin negativur. Metingin vísir, at eginpeningurin hjá heimaflotanum er fallin við meira enn einari helvt, har partrolarar hava beinleiðis negativan eginpening. Línuskipini hava rímiliga góðan eginpening, meðan eginpeningurin hjá lemmatrolarum og garnaskipum er fallin nógv. 6/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ Flakavinnan Roknskapargreiningin umfatar 8 feløg í 2007, sum fevnir um 74,4% av fiskaframleiðsluni í Føroyum í 2007. Roknskapargreiningin er viðløgd sum fylgiskjal 2. Talva IV. Roknskapargreining av 8 flakavirkjum í tkr. 2003 Nettosøla 1.212.106 Virðisøking 448.181 Ársúrslit -412 Rentuútreiðslur -13.322 Áogn atknýtt felag 5.205 Eginpeningur 229.538 119.720 Stuttfr. Skuld 43,5% Soliditetur 0,65 Gjaldførisstig 1 1,42 Gjaldførisstig 2 Kelda: Rasmussen og Weihe 2004 960.613 394.310 -20.544 -14.813 5.011 207.254 101.805 43,0% 0,68 1,42 2005 1.299.670 415.463 -21.515 -17.335 20.473 146.782 91.235 27,2% 0,38 0,91 2006 1.206.617 411.017 -8.155 -16.953 32.599 196.018 86.193 39,2% 0,68 1,44 2007 1.246.103 418.675 -104.687 -27.960 74.310 89.920 278.299 14,1% 0,61 0,92 Greiningin vísir, at raksturin samanlagt hjá virkjunum øll árini gevur hall. Úrslitini hava sveiggjað frá 2003 til 2007, men talan hevur verið um eina stóra afturgongd frá 2006. Skipakeyp og skiparakstur hevur tyngt raksturin hjá flakavirkisvinnuni so mikið, at tað ikki ber til hjá summum at fáa raksturin at hanga saman longur. Onnur stríðast við hjálp frá fíggjarstovnum at halda virkseminum í gongd, meðan tað eru nøkur fá virkir, sum vísa ein rímuligan rakstur. Umskipanir og rationaliseringar eru neyðugar fyri framhaldandi rakstri í stórum parti av flakavirkisvinnuni. Tølini benda á, at virðisøkingin stendur ikki mát við gongdina í útreiðslum. Áognin í atknýttum felag er økt við 70 milliónum yvir 5 ár og er tvífaldað frá 2006 til 2007. Hetta eru skip, sum eru keypt. Skuldararnir eru somuleiðis øktir sera nógv seinasta ári, sum ber boð um, at keypararnir hava fíggjarligar trupulleikar. Stóra afturgongdin hevur verið í 2006 og 2007. Hetta skyldast stór hall í dóttirfeløgum, sum eiga og reka skip. Framleiðsluvirðið í tíðarskeiðnum er hækkað 2,8% meðan bruttovinningurin er fallin 6,1%. Eginpeningurin fellur tó undantikið í 2006, tá nýggjur partapeningur verður skotin inn í Faroe Seafood. Soliditeturin fellur úr 43,5% í 2003 niður í 14,1% í 2007. Hetta er greitt tekin um, hvussu tað gongur í vinnuni. Í 2008 eru ábendingar um, at støðan er versnað – einamest orsakað av tungum skiparakstri. Rakstrarkredittirnir eru hækkaðir samtíðis, tí bæði skuldararnir og hallini skulu fíggjast. Kredittirnir eru hækkaðir næstan 200 milliónir uppá eitt ár (frá 2006 til 2007). Gjaldførið er orsakað av stórum undirskoti vánaligt. Eingi tøl eru tøk, sum lýsa vánaligu gongdina í 2008, men greitt er, at Faroe Seafood niðurskrivaði allan partapeningin á null í 2008 og fekk 45 milliónir krónur í nýggjum partapeningi. Eisini er Kósin farin í gjaldsteðg, og skipini í samtakinum farin undir hamaran. Hini virkini hava havt eitt gott ár í 2008 bæði tí, at kappingin hevur verið minni, og tí at hesi virkir hava specialiserað seg í einari framleiðslu og hava ikki stóra skuld at dragast við. Her kunnu nevnast Fiskavirkið í Gøtu og Vaðhorn. Stór hall, stórar íløgur og fígging av nógv øktum goymslum og skuldarum hevur gjørt gjaldførið i flakavirkisvinnuni vánaligt. Framhaldandi rakstur hjá einum stórum parti av flakavirkisvinnuni er tí treytaður av, at íleggjarar og peningastovnar veita vinnuni neyðuga fígging. Allarhelst er neyðugt, at stórur partur av virkjunum fara ígjøgnum eina sanering antin við at virkini fara 7/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ konkurs ella at ognararnir eftirgeva skuld. Stóru íløgurnar í skip hava í stórum parti av vinnuni medvirkað til ovurhonds stóru skuldina, ið ikki er møgulig at renta. Alivinnan Ein fullfígjað frágreiðing um støðuna í alivinnuni seinasta ár út frá seinastu almannakunngjørdu ársroknskapum, eins og fíggjarligum upplýsingum frá alarunum um støðuna við ársenda 2008, er viðløgd sum fylgiskjal 3. Her eru brot úr frágreiðingini. Kanningin vísir, at alivinnan er væl fyri fíggjarliga, og er før fyri at taka eitt fíggjarligt bakkast í 2009. Harumframt eru goymslurnar av biomassa greinaðar við støði í upplýsingum um støðuna í november 2008 og teimum framleiðsluætlanum, ið fyriliggja fyri árið 2009. Greiningin vísir, at vinnan sum heild byrjar at missa sítt lønsemi, tá prísirnir á alifiski fara niðurum kr. 18,50. Vinnan tolir tó eitt ávíst bakkast, og fyrstu krepputekini kunnu fara at vísa seg á sumri 2009, um prísirnir støðugt vera lægri enn kr. 17,50. Sterkastu fyritøkurnar í vinnuni eru tó førar fyri at taka eitt prísfall niður til kr. 15 fyri kilo, uttan at hetta verður lívshóttandi í inniverandi ári. Gongdin í absoluttum tølum í tíðarskeiðnum kann í stuttum lýsast við fylgjandi roknskapartølum. Talva V. Roknskapartøl fyri alla alivinnuna Nettosøla Ársúrslit Eginpeningur Ognarumseting Eginp. Renting Soliditetur Eginp./biomassi Kelda: Inpact des-07 nov-08 711.187 44.180 407.799 0,57 11% 33% 81% 878.168 68.569 474.056 0,65 14% 35% 89% Tað framgongur, at alivinnan samlað umsetti fyri uml. 700 mió. kr. í 2007, meðan sama tal fyri 2008 er økt til 880 mió. kr. fyri 11 mánaðir í 2008, ella ein framgongd á 23%. Samlaði eginpeningurin í alivinnuni pr. 30. november 2008 er 474 mió. kr. Eitt avkast til eigararnar á 11-14% kann metast at vera í lægra lagi, tá hugsað verður um stóra váðan í alivinnuni. Tað skal sláast fast, at hetta grundarlagið er ov veikt til at byggja nakra endaliga niðurstøðu á, og tølini skulu tí bert fatast sum ábendingar um gongdina. Ognarumsetningur lýsir lutfall millum sølu og íløgur. Eitt ognarumsetningsstig á minni enn 1 fyri vinnuna sum heild vísir, at alivinnan er serstakliga íløgutung vinnugrein. Tvs. at tað skulu stórar íløgur til at skapa umsetningin. Tað framgongur av omanfyristandandi, at talið er hækkandi, og hetta týðir uppá eitt betrað lutfall millum íløgur og nettosølu. Hetta sæst eisini við, at vinnan samlað sæð hevur rakstrarkredittir á tilsamans 380 mió.kr., meðan stórt sæð einki gjaldføri er til staðar. Alivinnan hevur eitt samlað soliditetsprosent millum 33% og 35% í tíðarskeiðnum. Harafturat vísir talvan, at eginpeningurin sæð í mun til biomassa á sjónum liggur millum 80% og 90%. Tølini vísa soleiðis, at vinnan er rættiliga væl konsoliderað, eins og at hon er rættiliga væl fyri við eginpeningi. Høga sjálvsfíggingarstigið ger eisini, at vinnan sum heild verður minni viðkvom móti fíggjarliga váðanum, tvs. broytingum í rentustøðinum. 8/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ Samanumtikið má sigast, at vinnan sum heild er før fyri at taka eina niðurgongd í verandi støðu. Hetta er eisini neyðugt, av tí at prísirnir á alifiski sveiggja rættiliga nógv. Samstundis er framleiðsluringrásin umleið 2 ár frá rognum til tøkubúnan fisk. Tað merkir, at vinnan ikki hevur møguleika fyri at laga seg til hesi sveiggini uppá stutt sikt. Úrslitið er, at um marknaðurin er víkjandi, tá fiskurin er tøkuklárur, kann talan skjótt gerast um rættiligar stórar upphæddir. Hetta kann koma at kosta framleiðarunum stórar upphæddir. Settir eru upp 4 framtíðarmøguleikar fyri, hvussu 2009 fer at hátta sær. Grundarlagið undir hesum metingum eru í fylgiskjalið 3. Her er bert ein samandráttur. Meðaltølini fjala partvíst yvir lutfalsliga stór avvik millum fyritøkur og millum einstøku árgangirnar innanhýsis í fyritøkunum. Talva VI. Fýra framtíðarmøguleikar fyri 2009 í alivinnuni 4 scenarios Inntøka EBIT Eginogn Gjaldføri okt09 Kelda: Inpact 15,00 kr/kg 17,50 kr/kg 20,00 kr/kg 22,50 kr/kg 874.095 -268.021 206.035 -663.524 1.019.778 -122.338 351.718 -536.021 1.165.460 23.344 497.400 -408.517 1.311.143 169.027 643.083 -281.014 Generelt kann sigast, at tá marknaðarprísirnir koma niðurum kr./kg. 20 FOB, fara nakrar fyritøkur at missa pening, meðan aðrar tola ein heldur lægri marknaðarprís. Í tann mun prísirnir fara langt upp um kr. 20 fyri kilo, fer vinnan at hava góða inntjening, og brúk er ikki fyri at gera meiri við váðametingarnar. Út frá hesum verða inntøkurnar hjá alivinnuni millum 800 mió. kr. og 1.300 mió. kr., roknað út frá omanfyri standandi príslegu. Tað framgongur, at um marknaðarprísirnir fara niður um kr. 20 fyri kilo byrja “break-even” punktið so smátt at nærkast. Tað framgongur, at um príslegan í árinum fer at leggja seg á kr. 17,50 FOB, verður rakstrarhallið hjá vinnuni sum heild mett til 122 mió. kr. áðrenn rentur og skatt. Akkumulerað rakstrarúrslit ávirka alt annað líka eginpeningin og solvensin við teirri fullu upphæddini. Tað er ikki møguligt at siga, hvar markið gongur fyri, nær vinnan fer at líða likviditetsdeyðan. Sum sagt innleiðandi hava vit ikki upplýsingar um, hvussu kredittpolitikkurin hjá fíggarstovnunum fer at vera komandi ár. Hetta avhongur sostatt heilt av, hvussu leingi fíggingarstovnarnir vilja lata gongdina halda fram, áðrenn hon verður steðgað. Um ein hyggur at støðuni í alivinnuni um ársskiftið 2008/2009 sæst, at alivinnan er rættiliga væl fyri. Samlaði eginpeningurin er komin uppá 474 mió.kr. Vinnan hevur ein rættiliga høgan solvens, og eginfíggingin er høg sæð í mun til rakstrarstigið. Tað kann sostatt sigast, at vinnan sum heild er væl fyri til at taka eitt bakkast í verandi løtu. Vinnan sum heild fer væntandi at tola eitt prísfall niður á kr. 15 fyri kilo í eitt ávíst styttri tíðarskeið í 2009. Um prísirnir stabilisera seg á hesum støðinum í 2009 fer tað alt annað líka at merkja, at partar av vinnuni fara at steðga við nýggjum útsetingum og avvikla virksemið. Hinvegin vísa okkara útrokningar, at sterkastu aktørarnir í vinnuni hava figgjarliga styrki til at taka tap av hesi stødd í alt 2009, áðrenn fyritøkurnar koma í vanda fyri at fara á húsagang. Við ætlaðu útsetingunum og verandi framleiðslukostnaði, fer alivinnan at krevja eina rakstrarfígging millum uml. 280 og 660 mió. kr. Hvør príslega í meðal er trúlig í ár og komandi ár, er ikki til at siga. Norska krónan er lág í mun til ta donsku, og norskir alarar hava, sjálvt við sjúku, rættiliga stóra framleiðslu. Marknaðurin í Evropa er veikur, orsakað av fíggjarkreppuni, og trupulleikarnar við trygging av skuldarum í eitt nú Ukreina og baltisku londunum, trýsta somuleiðis prísin niður. Ein bati fyri føroyska alivinnu 9/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ verður kanska á russiska marknaðinum, nú aftur fer at bera til at selja laks har; veldst tó um teirra gjaldføri. Orsakað av trupulleikunum hjá kilensku alivinnuni er amerikanski marknaðurin nú ein møguleiki, men hesin marknaður víkir frá tí evropiska. Hann er vanur við frysta vøru og ikki feska, sum føroysk alivinna hevur ment seg meira til. Byggivinnan Uppgerðin umboðar í høvuðsheitum byggivirkir – undantikið niðurrívingar- og jørðarbeiðstakarar. Harafturat er talan um m.a. betongblandivirkir. Hesir bólkar umboða íalt nærum 300 feløg, og eru hesi sera ymisk til støddar. Feløgini, ið eru umfataði av uppgerðini, eru útvald millum omanfyrinevndu vinnugreinir. Tølini fevna ikki um skipabygging og –umvæling, elinnleggjaravirki, vvs-virki og maskinverkstaðir. Í summum førum hava feløgini fakturerað fyri meira enn tað arbeiði, ið er í gerð. Tá er nettoskuldin upptikin sum “Onnur skuld”, meðan arbeiði í gerð og ávegis faktureringar eru sett upp ímóti hvørjum øðrum soleiðis at arbeiði í gerð netto gerst null. Í teimum roknskapum, har ávegis faktureringar ikki eru upplýstar, verður hetta sett til null í uppsetingini. Niðanfyri er ein samandráttur av roknskaparlýsingini, ið er viðløgd sum fylgiskjal 4. Uppgerðin vísur stóran vøkstur á økjum sum “arbeiði í gerð” og “skuld íalt”. Í 2007 er ogn í umferð vaksin við 46,7%, meðan stuttfreistaða skuldin er vaksin við omanfyri 50,2%. Samlaða ársúrslitið hjá hesum fyritøkum er munandi lægri fyri 2007 enn fyri 2006, hóast bruttovinningurin er hin sami. Orsøkin til broytingina kemst í høvuðsheitum av hækkandi lønarútreiðslum. Starvsfólkatalið í miðal hjá útvaldu fyritøkunum er hækkað við umleið 38. Í hesum sama tíðarskeiðið er ognaravkast, soliditetsstig, eginpengaavkast, gjaldsførisstig lækkað. Sum heild kann sigast, at byggivinnan er væl fyri. Tølini vísa, at stóru fyritøkurnar fram til 3. kvartal í 2008 hava gjørt tað gott. Tó eru ábendingar nú um, at virksemið er væl minni og at ordrabøkurnar ikki eru so fullar, sum tær vóru fyri einum ári síðani. Í fjølmiðlunum hoyrist, at hópuppsagnir fara fram í byggivinnuni í løtuni. Hetta nýtist ikki at bera boð um, at fyritøkur eru illa fyri, men kann bert vera ein tillaging hjá sunnum fyritøkum til nýggjan veruleika. Eingi tøl eru tøk, sum lýsa støðuna júst nú. Um støðan í løtuni skal viðgerast er neyðugt at gera eina spurnarrundu til ymsu fyritøkurnar í vinnuni. Hetta er ikki gjørt. Timburhandlarnir eru sum heild væl fyri. Roknskapartølini kunnu síggjast í fylgiskjalið 4b og c. Her skal vera sagt, at soliditeturin í miðal er omanfyri 50, og gjaldførið er gott. Talva VII. Roknskapartøl fyri byggivinnan samanlagt 2007 2007 2006 197.017.506 199.131.955 Úrslit av vanligum rakstri 31.564.978 60.297.988 Úrslit áðrenn skatt 37.889.050 68.580.709 Ársúrslit 29.919.662 56.349.647 206.592.936 135.399.406 38.572.360 28.583.009 Bruttovinningur Aktiv Materiell støðisogn íalt Fíggjarlig støðisogn 10/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ STØÐISOGN ÍALT 245.165.296 163.982.415 Arbeiði í gerð og goymsla íalt 119.861.314 78.346.858 Áogn íalt 178.494.605 101.332.638 75.491.157 75.109.229 OGN Í UMFERÐ ÍALT 373.847.076 254.788.725 AKTIV ÍALT Passiv 619.012.372 418.771.140 EGINOGN ÍALT 176.003.769 141.238.406 19.764.746 13.478.349 SKULD ÍALT 423.243.857 264.054.385 PASSIV ÍALT 619.012.372 418.771.140 Tøkur peningur AVSETINGAR ÁLT Kelda: Rasmussen og Weihe Um byggingarvinnan sum heild, t.e. eisini smiðjur, minkar ov nógv, fær hetta neiliga ávirkan á samfelagsbúskapin og gongdina í landinum. Fakfólk í hesum vinnum leita burtur at fáa arbeiði aðrastaðir, og lærlingar verða ikki tiknir inn. Tað kann tí vera vert at umhugsa at seta í verk tiltøk innan eitt nú húsabygging og –umvæling, sum fáa eina jaliga ávirkan, t.d. skipanir at eggja til at bjálva hús betur. Bilasøla Bilasøluvinnan verður ikki viðgjørd her. Hon er ikki kritisk fyri samfelagið. Men sølan er ein ábending um, hvussu tað gongur í samfelagnum, og hvørja væntan borgarin hevur um framtíðina. Talva VIII. Bilasøla 2004 2005 2006 2007 2008 Persónbilar 1104 1386 1819 1814 Vøruvognar 229 246 352 428 290 1333 - 1632 22% 2171 33% 2242 3% 1531 -32% Samlað Í% 11/14 1241 VINNUMÁLARÁÐIÐ Kelda: Rasmussen og Weihe Sum sæst, er sølan hækkað nógv í 2005 og 2006, tá stórt bjartskygni var millum borgarar. Í 2007 steðgaði vøksturin upp, og í 2008 fall sølan til tað, hon var í 2005. Roknast skal við, at sølan av bilum fer at falla meira í 2009. Hetta eru ábendingar um, at virksemið og nýtslan í landinum er fallin. Útflutningstrygging Ábendingar hava verið um, at føroyski útflytarar hava torført við at fáa skuldaratryggjað keyparar. Dømi eru eisini um, at keyparar, sum hava goldið kontant fyri fisk, ikki megna tað longur. Hetta viðførir, at torført er at fáa pening inn og útistandandi hjá kundum økist. Hetta merkir eisini, at goymslurnar av fiski hjá útflytarum økist. Keyparaskarin minkar eisini, tá ikki er møguligt at fáa teir tryggjaðar. Ov stórur vági er at selja til keyparar uttan trygging. Tey privatu tryggingarfeløgini, so sum Atradius og Hermes, hava drigið nógvar tryggingar inn og kunnu í løtuni ikki nøkta tørvin hjá føroyskum útflytarum. Orsøkirnar eru sjálvsagt fyrst og fremst fíggjarkreppan og manglandi álitið millum aktørar á marknaðinum. Men eisini at hesar fyritøkur ikki í sama mun sum fyrr kunnu endurtryggja, tí stóru endurtryggingarfeløgini eru komin í fíggjarligar trupulleikar. Danski Eksport Kredit Fonden hevur møguleika til at veita lánifígging til útflutning undir ávísum treytum. Bankapakki II kemur ætlandi at veita 20 mia. kr. til EKF, sum skal vera ein útlánspulja. Fyritøkur skulu so umvegis sín egna peningastovn søkja um lán frá EKF til útflutning, sum hevur óvanliga høgan vága, og sum tann vanligi privati marknaðurin ikki vil ella kann átaka sær. EKF heftir fyri 90 -95% av møguligum tapi, meðan peningastovnurin heftir til restini, um fyritøkan ikki megnar at gjalda lánið aftur. Hetta kann vera ein møguleiki hjá føroyskum útflytarum at troyta.. Niðurstøða Fimm ymsar vinnur hava verið viðgjørdar. Vinnur sum vera mettar at vera kritiskar fyri samfelagið. Tær eru fíggjarvinnan, fiskivinnan, flakavinnan og alivinnan. Harafturat er byggivinnan tikin við sum eitt barometur fyri hvussu dynamikkurin er í samfelagnum. 12/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ Fiskivinnan á sjónum hevur trupulleikar. Heimaflotin hevur havt hall seinastu árini og eru í fíggjarligum trupulleikum. Serliga partrolarar og línuskipini. Fjarfiskiflotin er væl fyri burtursæð frá rækjutrolarunum. Tey stóru virkini í flakavinnuni hava eisini fíggjarligar trupulleikar. Dýr skipakeyp og trupul skiparakstur hava havt við sær, at gjaldførið er sera vánaligt. Alivinnan er væl fyri. Hon er vælkonsoliderað og kann sum heild trúliga megna eitt ár við lágum prísum og tapi. Alivinnan er hinvegin ein kapitaltung vinna og hevur stóran tørv á fígging. Um so er, at peningastovnar koma í gjaldføristrupulleikar, kann tað hava álvarsliga ávirkan á alivinnuna. Byggivinnan hevur gjørt tað gott seinastu árini, og úrslitið fram til 3. kvartal 2008 hevur verið gott. Tó skal roknast við, at minni er at gera nú. Ikki kann nakað staðfestast út frá roknskapum, og ein spurnarrunda er neyðug fyri at ásanna støðuna. Fíggjarvinnan hevur eitt innlánsundirskot á 5,6 mia. kr. Hetta kann gerast ein trupulleiki, tá hesi gjaldførislán skulu endurfíggjast. Solvensurin í føroysku peningastovnunum er góður. Somuleiðis er gearingin ikki eins høg og hjá donskum bankum. Bankapakki II er almannakunngjørdur, og partur av honum er, at statsgarantiurin er longdur 3 ár. Tí kann tykjast, at peningastovnarnir ikki koma í gjaldføristrot. Til umhugsunar Uttan mun til um Føroyar verða partur av bankapakka II (Føroyar gerast helst partur av bankapakka II), er vert at umhugsa, um landsstýrið eigur at hava eina tilbúgvingarætlan, so møguligt óvæntað, eyka gjaldførisbakkast ikki hevur ov ógvusligar avleiðingar við sær. Tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, at tryggleiki og álit valdar rundan um fíggjargeiran. Vert er at umhugsa, um landsstýrið eigur at fara í holt við at betra um møguleikarnar hjá borgarum og peningastovnum at leggja um til realkreditlán. Umframt at betra um gjaldførið hjá føroysku peningastovnunum, við at húsalán í stóran mun verða fíggjað uttanum bankarnar, verður funding og fígging skipað við somu afturgjaldstíð. Fyrstu stig kundu tá verið, at møguleikar vórðu skaptir fyri almennum metingum av sethúsum. Annað stig kundi verið, at skiftikostnaðir frá bankaláni til realkredit verða so lágir sum til ber. Tað er nevnt fyrr, men tað ger onki um vit endurtaka tað, at tað eigur at verða nærri umhugsað, um almenna gjaldførið, sum stendur uttanlands, ikki líka so væl kann standa í føroyskum peningastovnum, fyri at hjálpa uppá gjaldførið hjá teimum. Mælt verður til, at landsstýrið arbeiðir fyri, at ætlaða nýggja útlánsskipanin hjá EKF eisini kemur at umfata føroyskar fyritøkur nú. Gjaldføriskreppan eigur at fáa føroyskar myndugleikar at meta um, hvørt reglur fyri skatting og avgjøldum á pensiónum skulu broytast, tá pensiónir verða teknaðar uttanlands, soleiðis at samfelagið fær flest møguligar inntøkur og gjaldføri. Byggingarvinnan hevur stóran týdning fyri vinnuliga fjølbroytni, og samfelagið hevur ikki gott av, at okkara fakfólk flyta burtur í vinnu, og at ung ikki verða tikin í læru. Vert er tí at umhugsa skipanir, eitt nú bjálvingartiltøk o.a., at steðga ov bráari niðurgongd í vinnuni. Kjartan Kristiansen Søren Bruhn Hans Jákup Mikkelsen Jógvan Amonsson 13/14 VINNUMÁLARÁÐIÐ Fylgiskjøl Fylgiskjal 1a. Fiskiflotin2003-2007. Allur flotin. pdf. Fylgiskjal 1b. Fiskiflotin 2003-2007. Bolkar. pdf Fylgiskjal 1c. AnalysaFiskiskip 2003-2007. pdf Fylgiskjal 2. Analysa Flakavirkir 2003-2007.pdf Fylgiskjal 3. Váðalýsing alivinnan 2009.1121. pdf Fylgiskjal 4a. Byggivinnan 2007. Excel Fylgiskjal 4b. Timburhandlar 5 ár. Excel Fylgiskjal 4c. Timburhandlar_status2007. Excel Fylgiskjal 5. Hagtøl Fø. Fíggjarstovnar. Excel 14/14