Vinnupolitikkur VINNUPOLITIKKUR At gera tað, ið vit duga best Fororð Visjónin hjá landsstýrinum er, at Føroyar í 2015 skulu teljast millum fremstu lond heimsins. Hesin orðaði vinnupolitikkurin er ein integreraður partur í arbeiðinum at útgreina visjónina, og kemur hann m.a. at liggja til grund fyri tí meira ítøkiliga arbeiðinum, sum skal gerast tá orðast skulu ítøkilig deilmál og deilstrategiir. Tað er greitt, at skal visjónin gerast veruleiki, er eisini neyðugt at fokusera á teir partarnar í samfelagsmenningini, sum hava ávirkan á búskapin og kunnu stimbra undir ein vøkstur. Dagligu og áleikandi málini, sum Løgtingið, landsstýrið, stjórnarráðini, kommunur, vinnulív og áhugafelagsskapir takast við, eru sjálvsagt týðandi partar í samfelagsgongdini, sum eisini gera samfelagið betri at liva og virka í. Hinvegin, skulu vit kunna fremja visjónina í verki, verður tó neyðugt at savna visjónsarbeiðið um útvaldar partar av samfelagsmenningini. Í hesi frágreiðing eru viðgjørd fleiri týdningarmiklir partar av samfelagnum, eisini øki, sum ein ikki til dagligt teingir at vinnu og vinnupolitikki. Tað er ein sannroynd, at skal vinnan hava framgongd, er neyðugt at taka støði í einstaka menniskjanum og tess førleika. Millum annað er góð útbúgving tí avgerandi. Ymisku tættirnir í hesi frágreiðing eru allir týdningarmiklir og koma onkursvegna at verða partar av visjónsætlanini. Tað er tó týdningarmikið at leggja sær í geyma, at aðrir tættir koma eisini við, tættir, sum ikki eiga at verða viðgjørdir, sum partar av vinnupolitikkinum. Í 1998-99 gav Vinnumálaráðið út fimm vinnupolitisk rit, har vinnupolitikkurin var orðaður í 5. riti. Seinni er vinnugreinapolitikkur orðaður fyri ferðavinnu, KT-vinnu, aling og landbúnað. Í vinnupolitikkinum frá 1999 varð boðað frá eini støðugari tilgongd á vinnupolitiska økinum. Nú er stig tikið til at endurskoða vinnupolitikkin, og er alfevnandi alheimsgerðin ein av orsøkunum til, at hann nú verður orðaður av nýggjum. Í stuttum ber alheimsgerðin í sær, at landamørk og frástøður hava minni týdning fyri búskaparliga virksemið, og hetta er ein stór avbjóðing fyri okkum sum samfelag. Stundum verður alheimsgerðin søgd at hava skaðilig árin á búskaparligu og vinnuligu umstøðurnar, men við rætta vinnupolitikkinum kann meiri alheimsgerð hava við sær størri fyrimunir enn vansar fyri føroyska borgaran. Vinnupolitikkurin hevur sum mál at gera føroyska búskapin sjálvberandi og at hækka livistøðið hjá einstaka borgaranum umframt framhaldandi at styrkja vælferðarsamfelagið. Í politikkinum verða ætlanir lagdar fyri, hvussu málini verða rokkin. Vinnupolitikkurin byggir á marknaðarbúskap við vælvirkandi kapping á marknaðum, har ið politiski myndugleikin leggur karmarnar. Hesin boðskapur er kendur, men nýggi politikkurin vísir á, at viðurskifti mugu broytast, áðrenn marknaðarbúskapurin virkar til fulnar í Føroyum. 2 Vinnupolitikkur Serliga týðandi er, at framleidni, t.e. produktivitetur, og nýskapan økjast. Bygnaðarpolitikkur, ið er partur av vinnupolitikkinum, skal tryggja vælvirkandi marknaðir, og tillagingarevnini hjá fyritøkum og starvsfólkum mugu verða so góð sum møguligt. Fyri at fáa broyting í – og fyri at kunna røkka málinum at hækka livistøðið hjá tí einstaka – eru uppskot gjørd til ítøkiligar ætlanir. Uppskotini eru nærri greinað í hesum riti og fevna um tiltøk til at beina burtur avleiðingar, sum kunnu hava óheppin árin á marknaðarbúskapin. Ætlanirnar fevna um stórt sæð allar tættir á marknaðum okkara. Uppskotið viðger vinnukarmarnar generelt, men eisini serstakt ábyrgdarøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum. Vónandi kann vinnupolitikkurin fremja hugin til, at vit gera tað, ið vit duga best. Við vón um góða móttøku og gott orðaskifti Bjarni Djurholm landsstýrismaður í vinnumálum 3 Vinnupolitikkur Samandráttur Landsstýrið hevur sett sær fyri at hækka livistøðið í Føroyum. Visiónin er at fáa livistøðið ájavnt viðstøðið hjá bestu búskapunum í OECD – og varðveita tað har. Annað endamálið er at gera føroyska búskapin sjálvberandi og at útbyggja vælferðarsamfelagið. Til tess at náa hesum framsókna máli er neyðugt at seta í verk ymisk tiltøk. Tey, sum verða sett út í kortið í hesum riti, eru grundað á tær meginreglur, sum ætlanin er at fylgja í vinnupolitiskum viðurskiftum. Vinnupolitikkurin er eisini ætlaður at stimbra undir, so vit megna at fremja í verki tað, ið vit duga best. Niðanfyri er høvuðstátturin av teimum tiltøkum, sum skotin vera upp at fremja: • Arbeiðsmarknaður o Betri møguleikar at eftirútbúgva og førleikamenna arbeiðstøk fólk. o Seta í verk skipan við arbeiðsmarknaðarskeiðum við farloyvisendurgjaldi at menna arbeiðsførleikan hjá ófaklærdum. o Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi skulu avgreiðast skjótt. o Skipan skal gerast at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum, so skjótt tær koma í. o At gera nýggja semingsmannaskipan. o Persónlig eftirlønaskipan skal gerast fyri arbeiðsmarknaðin, sum skal samvirka við skipanir so sum fólkapensión og Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. o Skipan skal gerast, sum tryggjar smidliga frágongd frá arbeiðsmarknaðinum, bæði undan og aftaná 67 ára aldur. • Útbúgving o Virkast skal fyri, at altjóðagerðin gerst ein natúrligur partur av undirvísingini og útbúgvingarskipanini. Allir skúlar skulu eggjast til at hava formligt samstarv við skúlar uttanlands, og frálæran í fremmandamáli, serliga enskum, verður raðfest fremri enn í dag. o Hægri merkantilar útbúgvingar verða styrktar og knýttar at Fróðskaparsetrinum. o Størri dentur skal leggjast á Ph.d. og vinnu-Ph.d. í samstarvi við føroyskt vinnulív. o Útboðið av vinnurelateraðum framhaldsútbúgvingum verður ment. o Samstarv millum Fróðskaparsetrið og komandi granskaraparkina verður skipað. • Skatta- og avgjaldspolitikkur o Fremja skattareform, har persóns- og partafelagsskattur lækkar, samstundis sum skattagrundarlagið verður breiðkað. • Tryggingarmarknaður o Tryggingarmarknaðurin skal latast upp fyri umheiminum, so føroyskir tryggingartakarar kunnu tekna tryggingar uttanlands, og føroyskar trygginar fyritøkur kunnu virka uttanlands. • Generell vinnulóggáva At dagføra fleiri av grundleggjandi vinnulógunum, ársroknskaparlógina, so hesar fylgja altjóða standardum. m.a. partafelags- og 4 Vinnupolitikkur • Einskiljing av almennum fyritøkum o Farið verður undir eina miðvísa einskiljingartilgongd. Heildarætlan er gjørd um fyritøkur, ið samgongan er samd um at búgva til sølu komandi árini. Somuleiðis er vegleiðandi tíðarætlan gjørd, sum vísir, hvussu sølutilgongdin verður, herundir søluumfør. • Náttúrutilfeingi o Gera ætlan um hvussu kappingin um framleiðslumiðlarnar verður javnsett, og at mest framleidnu fyritøkurnar umsita alitilfeingið. o Bólkur arbeiðir við at gera uppskot um at dagføra fiskivinnupolitikkin. • Matvøruøki o At fremja gransking, menning og nýskapan av fiskavørum. o At tryggja at regluverkið og eftirlitið í sambandi við matvøruframleiðslu lýkur altjóða krøv. • Vøru- og tænastumarknaður o At seta málið um EBS-líknandi skipan á politisku dagsskránna við tí endamáli at fáa í lag samráðingar við ES um spurningin. o Kannaður verður møguleikin fyri at Føroyar gerast limur í EFTA. o Knýta Føroyar í ES-flogferðslumarknaðin (European Common Aviation Area). o At dagføra kappingarlógina. o At gera reglur um alment keyp. o At gera marknaðarføringslóg. o At dagføra brúkaralógirnar. • Samferðslukervi o At gera nýggja samferðsluætlan fyri Føroyar. o At útbyggja Vága Floghavn umframt aðrar samferðsluútbyggingar í samsvari við samferðsluætlanina 2006. Eisini er í vinnupolitikkinum sett út í kortið fleiri politisk tiltøk til tess at stimbra nýskapanina í føroyska vinnulívinum: • Gransking og vitanarspjaðing o Føroyar skulu vera Europasamveldinum. við í granskingar- og nýskapanartiltøkum hjá o Granskarapark verður sett á stovn. • Íverksetan o Útbúgvingarverkið skal verða ein virkin partur at ala fram ein íverksetarahugburð í føroyska samfelagnum. o Eggjað verður teimum við hægri útbúgving at skapa sær sín egna vinnuveg ella í størri mun søkja sær starv í vinnuni. o Ráðgeving innan íverksetan skal savnast á einum stað og íverksetaranetverk stovnast. 5 Vinnupolitikkur o Kannaður verður møguleikin fyri at skipa fysiskar karmar fyri íverksetaravirksemi nærhendis útbúgvingarstovnum í sambandi við, at hesir verða útbygdir. o Skapa góðar karmar fyri einum venturekapitalmarknaði og granskingar- og sáðkapitalgrunnum. o Virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so hann í størri mun fer at fíggja nýtt virksemi. o At samskipa almennar stuðulsskipanir. o At skipa smidligar fyrisitingarligar karmar um íverksetaravirksemi. o At seta á stovn íverksetaraportal. • KST-nýtsla o At tryggja vælvirkandi kapping á fjarskiftismarknaðinum, eisini í sambandi við einskiljing av Føroya Tele. o Stimbra útbreiðsluna av breiðbandi við ávísum tiltøkum og annars fylgja gongdini á marknaðinum og taka neyðug stig, um tørvur er á tí. o Seta neyðuga orku av til verkætlan um talgilda undirskrift. o At integrera KST í frálæruna í útbúgvingarverkinum. o Skipa føroyska KT-útbúgving á Master-støði. o Miðvís ætlan at talgilda almennu fyrisitingina. • At marknaðarføra Føroyar uttanlands, serliga á hesum økjum: o Føroyar sum ferðamannaland. o Føroyar sum royndarland fyri nýggjar KST-skipanir. o Einskiljing av almennum fyritøkum. o Frálandavinna. o FAS-skipanin. o Aling og fiskavirking. o Ílegugransking. o Ein skipatænastumiðdepil í Norðuratlantshavi. o Føroyska vørur og tænastur. Av tí at talan er um sera umfatandi ætlanir og tiltøk, samstundis sum fíggjarliga og fyrisitingarliga orkan er avmarkað, er gjørd ein nærri raðfesting av hesum tiltøkum grundað á, hvussu stóran týdning tiltøkini hava, hvussu skjótt tey kunnu væntast at virka, og hvør kostnaðurin er av tiltakinum. Raðfestingin av tiltøkunum er at finna aftast í hesum riti. 6 Vinnupolitikkur Innihaldsyvirlit 1. MEGINREGLUR Í VINNUPOLITIKKINUM 2. BYGNAÐARPOLITIKKUR 3. 8 11 2.1. Arbeiðsmarknaður 11 2.2. Kapitalmarknaður 12 2.3. Skatta- og avgjaldspolitikkur 14 2.4. Generell vinnulóggáva 14 2.5. Einskiljing av almennum fyritøkum 15 2.6. Útbúgving 15 2.7. Náttúrutilfeingi 16 2.8. Matvøruøkið 18 2.9. Vøru- og tænastumarknaður 19 2.10. Samhandil við útheimin 21 2.11. Samferðslukervi 22 2.12. Orkuøkið 24 MIKROPOLITIKKUR 25 3.1. Nýskapan – fýra vakstrardriv 25 3.2. Gransking og vitanarspjaðing 26 3.3. Íverksetan 27 3.4. KST-nýtsla 31 3.5. Betri starvsfólkanýtsla 33 4. AT MARKNAÐARFØRA FØROYAR UTTANLANDS 33 5. HAGTØL 36 6. RAÐFESTING AV TILTØKUM 36 7 Vinnupolitikkur 1. Meginreglur í vinnupolitikkinum Stevnumiðið í nýggja vinnupolitikkinum er at hækka livistøðið hjá einstaka borgaranum í Føroyum og at útbyggja vælferðarsamfelagið. Málið er at koma upp á støðið hjá bestu búskapunum í OECD felagsskapinum fyri búskaparligum samstarvi og menning – og varðveita tað har. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á tveir tættir : • At lata føroyska samfelagið upp fyri umheiminum og skipa vælvirkandi marknaðir. • Við miðvísum tiltøkum at menna førleika og karmar hjá føroyskum virkjum og arbeiðsmegi, so hesi eru brynjað at taka kappingina upp á altjóða marknaðinum. Á henda hátt er ætlanin at skapa bestu fortreytir fyri, at framleidnið (produktiviteturin) í Føroyum hækkar. Endamálið við øktum framleidni er serliga at skapa grundarlag fyri, at føroyskir løntakarar fáa eina hægri realløn enn í dag, og at føroysk virki samstundis fáa eitt hægri avkast. Tvær leiðir eru fram móti øktum framleidni: • Framleidnið í einstøku vinnunum í búskapinum verður økt. • At skipa soleiðis fyri at framleiðslumiðlarnir flyta úr minni framleidnum vinnum yvir í mest framleidnu vinnurnar. Vinnupolitikkur snýr seg um at menna báðar hesar hættir, so ferð fæst á búskapin. Tann parturin av vinnupolitikkinum, sum serliga leggur dent á at økja framleidnið í einstøku vinnunum í búskapinum, er mikropolitikkurin, ið leggur dent á møguleikarnar fyri menning av einstaka virkinum og einstaka starvsfólkinum. Tann parturin av vinnupolitikkinum, sum skal tryggja, at virksemið í mest framleidnu vinnunum verður økt, samstundis sum virksemið í minni framleidnum vinnum minkar, verður róptur bygnaðarpolitikkur, ið leggur størstan dent á yvirskipaða bygnaðin ella strukturin. Hóast bygnaðarpolitikkurin serliga leggur dent á yvirskipaðu strukturarnar, hevur hann tó eisini ávirkan á framleidnið í einstøku vinnugreinunum. Støðið undir vinnupolitikkinum er stabilitetspolitikkur. Hesin verður vanliga ikki roknaður sum partur av vinnupolitikkinum, men hevur tó stóran týdning, tí um grundarlagið undir vinnupolitikkinum ikki er í lagi, er torført at fáa vinnupolitikkin at virka eftir ætlan. Við stabilitetspolitikkinum tryggjar politiski myndugleikin búskaparligt støðufesti, ið er gróðrarbotnur undir marknaðarbúskapi og kappingarførum vinnulívi. Lág inflasjón, lítil almenn skuld og støðug gjaldoyraviðurskifti eru grundarsteinarnir í stabilitetspolitikkinum, og amboðini eru fíggjar-, gjaldoyra- og pengapolitikkur. Í Føroyum umsitur landsstýrið fíggjarpolitikkin, meðan hini stýringsamboðini eru hjá Danmarks Nationalbank. Í stabilitetspolitiskum viðurskiftum er ætlanin at reka varnan búskaparpolitikk fyri at skapa støðufesti fyri privatu vinnuna. Í vælvirkandi marknaðarbúskapi skipar marknaðurin sjálvur tilfeingisnýtsluna best, og skipað kapping skundar undir mestu virðisskapan. Í hesum høpi er leikluturin hjá politiska myndugleikanum at tryggja ein marknaðarvinarligan bygnað. 8 Vinnupolitikkur Landsstýrið má tí bera so í bandi, at búskapurin er stabilur, tí stór sveiggj, t.d. í inflasjónini, skaða íløguhug og íløgustøði á marknaðinum, hóast hann annars virkar væl. Mynd 1: Vinnu- og stabilitetspolitikkur Mikropolitikkur Vinnupolitikkur Bygnaðarpolitikkur Stabilitetspolitikkur Ein høvuðstáttur í bygnaðarpolitikkinum er at tryggja, at framleiðslumiðlarnir, t.e. arbeiðsmegi, kapitalur og náttúrutilfeingi, hava røttu eggjanina til at flyta úr minni framleidnu vinnunum yvir í mest framleidnu vinnurnar. Ein aðalregla í bygnaðarpolitikkinum er tí at beina av vegnum forðingar fyri, at framleiðslumiðlarnir velja at flyta til tær vinnur, har teir framleiða mest virði. Ásannað verður, at ein marknaðarbúskapur, sum er skipaður við røttu karmunum, heruppií neyðugum sosialum skipanum, skal vera drívmegin í føroyska búskapinum. Hóast ein vælvirkandi marknaðarbúskapur er grundarlagið undir vinnupolitikkinum, kann tað tó koma fyri, at brek eru í einum marknaði, t.d. hjáárin, monopol og vantandi kunnleiki. Tá kunnu landsstýri og løgting gera vinnupolitisk inntriv í marknaðarbúskapin. Ítøkiligt dømi um eitt slíkt brek er, at umhvørvisdálking frá einum virki minkar um framleidnið hjá einum alivirki nærhendis ella er til skaða fyri heilsuna hjá fólki í økinum. Í slíkum føri eigur landið at royna at forða fyri negativum avleiðingum av hesum fyri samfelagsbúskapin. Onnur dømi eru 9 Vinnupolitikkur undirstøðukervið og útbúgving, har ið marknaðurin ikki av sær sjálvum kann væntast at føra til eitt nøktandi støði. Samanumtikið er bygnaðarpolitikkurin grundaður á tríggjar meginreglur: • • • Vælvirkandi kapping í einum opnum búskapi. Eins viðgerð av øllum vinnum. Vælvirkandi undirstøðukervi, bæði sosialt, útbúgvingarliga, tøkniliga og fysiskt. Mikropolitikkur er annar týðandi táttur av vinnupolitikkinum, sum eisini hevur sum mál at økja framleidnið. Ein hagfrøðilig staðfesting hjá OECD vísir, at livistøðið í einum landi er neyvt tengt at støðinum á nýskapan, t.e. hvussu væl borgarar og vinna duga at menna og taka í nýtslu nýggjar vørur, tænastur, mannagongdir og tøkni. Nýskapan hevur ein týdningarmiklan leiklut í búskaparvøkstri, og mikropolitikkurin snýr seg serliga um at tryggja, at karmarnir um nýskapan eru so góðir, sum til ber. OECD hevur staðfest, at gróðrarbotnurin undir nýskapan í einum samfelag er ávirkað av ymsum vakstrardrivum, har tey týdningarmestu eru KST (kunningar- og samskiftistøkni), íverksetan, vitanarspjaðing og betri starvsfólkanýtsla. Fremsta uppgávan er at leggja til rættis góðar karmar og seta í verk ítøkilig tiltøk fyri, at hesi vakstrardriv kunnu fáa nýskapanina í Føroyum at mennast, so verandi vinnur verða meira nýskapandi, og at nýggjar vinnur kunnu spretta burturúr. Í hesum vinnupolitikki verða lagdar fram ætlanir fyri, hvussu nýskapanin í føroyskum vinnulívi kann mennast, heruppií ætlanir fyri íverksetan, vitanarspjaðing og KST-nýtslu. Betri starvsfólkanýtsla er fyrst og fremst ein uppgáva hjá virkjunum sjálvi at menna. Samanumtikið kann sigast, at støðið undir einum vælvirkandi vinnupolitikki er stabilitetspolitikkurin, sum skal vera í lagi. Grundað á hetta stabila støðið verður ein vinnupolitikkur rikin, har bygnaðarpolitkkurin skipar vælvirkandi marknaðir og undirstøðukervi, og har mikropolitikkurin skapar bestu karmarnar fyri nýskapan í føroyska vinnulívinum. Heldur enn at seta í verk spjødd vinnupolitisk tiltøk er málið at samskipa vinnupolitisk átøk tvørtur um ymiskar sektorar, so hesir virka sum ein heild. Tað er torført at økja munandi um framleidnið uttan samstundis at hava ein vælvirkandi vinnuligan bygnað. Somuleiðis er neyðugt við einum aktivum politikki at menna førleikar og møguleikar hjá virkjum og privatpersónum, tá kappingin harðnar. Niðanfyri verða lagdar fram vinnupolitiskar ætlanir, sum skulu skapa ein sunnan vinnubygnað, soleiðis at fyritøkur og starvsfólk eru før fyri at kappast á alsamt meira globalum marknaðum. 10 Vinnupolitikkur 2. Bygnaðarpolitikkur 2.1. Arbeiðsmarknaður Flytførið skal økjast – eftirútbúgving styrkjast Um starvsfólk og fyritøkur skulu hava góð tillagingarevni, er neyðugt, at starvsfólkini eru flytfør, t.e. at tað ikki er ov trupult ella tungt hjá fólki at skifta arbeiði, hvørki millum ymisk virki, ymiskar vinnugreinar ella ymisk øki í landinum. Arbeiðsloysistryggingin (ALS) gevur fólki eina ávísa fíggjarliga trygd í tíðarskeiðum, tey ikki hava arbeiði, og sostatt eitt gott støði at leita sær eftir nýggjum arbeiði. Arbeiðsávísingin hjá ALS ger, at arbeiðstøk fólk kunnu flyta hagar, sum størv eru at fáa. ALS bjóðar eisini arbeiðstøkum fólki førleikamenning, ið er grundað á styttri skeið. Arbeiðstøk fólk eiga í størri mun enn í dag at fáa tilboð um førleikamenning og umskúling og at verða stuðlað at brúka teir útbúgvingarmøguleikar, ið eru, soleiðis at tey hava bestu møguleikar aftur at gerast ein virkin partur av arbeiðsmegini. Tað er tó fólkið sjálvt, sum ger av, um tað vil fara undir at nema sær eina førleikagevandi útbúgving, og tí er tað eisini umráðandi, at tað veruliga er møguligt hjá arbeiðstøka fólkinum at fara undir eina slíka útbúgving. Virkast skal fyri at seta skipan í verk, har arbeiðstøkt fólk, ið fer undir eina førleikagevandi útbúgving í avmarkað tíðarskeið, fær eina upphædd útgoldna, sum er ájøvn við arbeiðsloysisstuðulin. Fyri at tryggja, at skipanin fer at virka fyri tey, sum tørva umskúling og førleikamenning, eigur hon í størsta mun at galda fyri arbeiðstøk omanfyri ávísan aldur. Harumframt er neyðugt við serligum átaki til tess at menna arbeiðsførleikan fyrst og fremst hjá ófaklærdum, við at tey kunnu fáa høvi at fara á arbeiðsmarknaðarskeið við farloyvisendurgjaldi. Hetta kann gerast við, at serlig skipan fyri arbeiðsmarknaðarútbúgvingar verður sett á stovn fyri allan arbeiðsmarknaðin. Fyri at flytføri skal gerast betri millum ymisk øki í landinum, hevur tað týdning, at samferðslumøguleikarnir eru góðir, so at fólk hava høvi at pendla ímillum heim og arbeiðspláss. Víst verður í hesum sambandi til brot 2.10., sum viðger undirstøðukervið. Eisini er týdningarmikið, at møguleikarnir hjá fólki at skifta bústað eru góðir, t.e. at ein góður og fjølbroyttur húsa- og íbúðamarknaður er til staðar, og at góðir møguleikar eru fyri barnaansing og skúla. Tað eru serliga kommunurnar, sum umsita hesi økini, men uppgávan hjá landsmyndugleikunum er at tryggja, at lóggávan ikki forðar fyri, at hesar skipanir eru vælvirkandi. At arbeiðsmegin ikki bert kann flyta innanlands, men eisini ímillum lond, hevur stóran týdning, tí hetta gevur arbeiðsmegi og fyritøkum betri førleika at laga seg til marknaðin. Í dag hevur arbeiðsmegin frítt at fara millum Norðurlond, men ætlar landsstýrið at taka upp samráðingar við ES um tey fýra frælsini, t.e. at arbeiðsmegin eisini skal hava frítt at fara millum Føroyar og ES. Eisini er umráðandi at hava eina smidliga skipan, tá umræður at veita skikkaðari útlendskari arbeiðsmegi arbeiðsloyvi í Føroyum. • Ætlanin er at seta skipan í verk, sum í eitt avmarkað tíðarskeið ger tað møguligt hjá arbeiðstøkum fólki, ið ynskja at nema sær eina førleikagevandi útbúgving, at fáa útgoldið eina upphædd, sum er ájøvn við arbeiðsloysisstuðulin, meðan tey eru undir útbúgving. 11 Vinnupolitikkur • • Ætlanin er at menna skipan at styrkja arbeiðsførleikan hjá fyrst og fremt ófaklærdum við arbeiðsnarknaðarskeiðum við farloyvisgjaldi. Gera smidliga skipan fyri avgreiðslu av arbeiðsloyvum til útlendingar. Loysa trætumál skjótari Í Føroyum eru ikki serligar arbeiðsmarknaðarættarreglur at loysa trætumál og spurningar um sáttmálabrot skjótt, og er hetta ein trupulleiki fyri samfelagið. Lógin um seming er eisini gomul og ótíðarhóskandi, og hon fevnir bert um partar av arbeiðsmarknaðinum. Í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum er tí nevnd sett at gera uppskot til skipan at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum, so skjótt tær koma í. Harumframt skal nevndin gera uppskot til nýggja lóg um seming, ið skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin og hóska til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og siðvenju. • • Skipan verður sett í verk at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðinum. Somuleiðis verður nýggj semingslóg fyri allan arbeiðsmarknaðin sett í gildi. Arbeiðsmarknaðareftirlønarskipanir Í Føroyum – eins og í londunum kring okkum – gerast fólk eldri. Skulu tey hava eitt sømiligt livistøði í eftirlønarárum krevst, at tiltøk verða gjørd fyri at tryggja hetta. Tí er neyðugt at fremja ein pensjónsreform, har ein komandi pensjónsskipan skal hvíla á trimum súlum: Fólkapensiónini, Samhaldsfasta og eini eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntakarar og arbeiðsgevarar. Umframt kravdu skipanina er tað frítt hjá øllum at spara meira saman. Eisini eiga skipanir at vera, ið tryggja smidliga frágongd frá arbeiðsmarknaðinum, bæði undan og aftaná 67 ára aldur. Til tey, sum av ymsum orsøkum ikki eru før fyri at spara saman á arbeiðsmarknaðinum til eina sømiliga tilveru sum pensionistar, eigur landið at gera ella varðveita skipanir so sum fólkapensión og Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. • Persónlig arbeiðsmarknaðareftirlønaskipan skal gerast, sum skal samvirka við skipanir so sum fólkapensión og Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. 2.2. Kapitalmarknaður Kapitalmarknaðurin fevnir um fígging, trygging og virðisbrævamarknað. Ein vælvirkandi kapitalmarknaður við virknari kapping á øllum økjum er ein avgerandi fortreyt fyri, at livistøðið hjá føroyskum borgarum verður eins høgt og í øðrum framkomnum búskapum. Hetta orsakað av tí stóra týdningi, ið góðar, fjøltáttaðar og bíligar tænastur á fíggjar- og tryggingarøkinum hava fyri borgaran. 12 Vinnupolitikkur Harafturat kemur óbeinleiðis týdningurin fyri borgaran, at ein vælvirkandi kapitalmarknaður tryggjar, at virki og fyritøkur fáa neyðugan kapital til nýíløgur, og at hesar fyritøkur kunnu fáa fíggjartænasturnar eins góðar og bíligar sum aðrastaðni. Fleiri avlagingar eru á kapitalmarknaðinum í Føroyum. Tryggingarmarknaðurin í Føroyum er ikki frælsur, tí sum meginregla er ikki loyvt føroyingum at tekna tryggingar uttanlands, eins og útlendsk feløg ikki kunnu fáa loyvi at reka tryggingarvirksemi í Føroyum. Hesar ásetingar avmarka kappingina á tryggingarmarknaðinum í Føroyum og skerja frælsi hjá vanliga føroyinginum og vinnulívinum at tekna tryggingar, har tað loysir seg best. Ein avleiðing av nevndu avmarking fyri útlendsk tryggingarfeløg í lógini um tryggingarvirksemi er, at tey føroysku tryggingarfeløgini hava avmarkaðar møguleikar at fáa atgongd at reka tryggingarvirksemi uttanlands, eitt nú í ES/EBS-londum. Hetta kemst av, at lóggávan í nevndu londum loyvir einans útlendskum tryggingarfeløgum at reka tryggingarvirksemi, um tryggingarfeløg í ES/EBS hava somu atgongd at reka tryggingarvirksemi í viðkomandi landi. Nærum øll tann føroyska eftirlønarsamansparingin verður sett í útlendsk virðisbrøv, m.a. orsakað av íløgureglunum í lóggávuni. Tað er serliga lógarkravið um, at pensiónssamansparing skal setast í virðisbrøv, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaði, ið er ein forðing fyri, at peningur kann setast í føroysk aktiv. Í løtuni hava bert heilt fá føroysk partafeløg skrásett síni partabrøv á einum virðisbrævamarknaði. Eftirlønarsamansparingin er tí ikki tøk hjá tí føroyska vinnulívinum. Kannað verður, um lógin um tryggingarvirksemi eigur at verða broytt, soleiðis at lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar í størri mun kunnu gera íløgur í óskrásett partabrøv, tó við atliti at váðanum, ið kann standast av hesum. Realkredittur er ein fíggingarháttur, ið sum heild lítið er gjørt við í Føroyum. Lóggávan á økinum er gomul, men tað er tó ikki vist, at ein dagførd lóg eisini hevði havt við sær, at møguleikarnir fyri realkredittfígging mennast í framtíðini. Landsstýrið hevur tó sett sær fyri, at lógarkarmarnir skulu verða dagførdir, so tað ikki er nøkur forðing fyri slíkum virksemi frameftir. Tær ítøkiligu vinnupolitisku ætlanirnar innan kapitalmarknaðarøkið fevna um hesi tiltøk: Tryggingarøkið • Tryggingarlóggávan skal dagførast og verða í samsvari við ES-lóggávu. • Útlendsk tryggingarfeløg skulu fáa møguleika at virka í Føroyum og at bjóða føroyingum tænastur sínar. Hetta treytað av at føroysk tryggingarfeløg fáa javnbjóðis atgongd til útlendska marknaðin at reka tryggingarvirksemi í viðkomandi londum. • Føroyingar fáa loyvi at tekna tryggingar uttanlands. • Eftirlønarkapitalur skal meira enn higartil kunna setast í óskrásett virðisbrøv. Fíggjarøkið • Realkredittlóggávan skal dagførast. 13 Vinnupolitikkur 2.3. Skatta- og avgjaldspolitikkur Skatta- og avgjaldspolitikkurin hevur ómetaliga stóran týdning fyri vinnulívið og fyri búskaparvøksturin í einum landi. Nógv lond hava við góðum úrsliti miðvíst nýtt skattapolitikkin til at menna sín búskap. Skattapolitikkurin kann nýtast sum eitt amboð at draga til Føroya virki og persónar, sum annars ikki høvdu valt at búseta seg her, eins og verandi vinnur verða mentar. Skattareformur Miðað verður ímóti, at skattatrýstið í Føroyum framvegis skal minka. Í hesum sambandi er neyðugt at leggja skattaskipanina um, so persónskatturin og skatturin á kapitali verður lækkaður, samstundis sum skattagrundarlagið verður breiðkað. Í Føroyum er partafelagsskatturin lækkaður munandi seinnu árini, og eigur partafelagsskatturin frameftir at lækka sum ein liður í einum generellum skattareformi, har atlit verða tikin at persón- og kapitalvinningsskattinum eisini. Tað hevur týdning, at skatturin á løn og skatturin á kapitali, t.e. partafelagsskattur og skattur á vinningsbýti, er javnur. Miðað verður ímóti, at verandi partafelagsskattur upp á 20 % í stigum verður minkaður niður í 10 %. Persónskatturin, og serliga marginalskatturin, hevur eisini stóran týdning fyri, í hvønn mun fólk verða eggjað til at økja um sína inntøku. Ætlanin er at minka persónskattin sambært ásetingunum í samgonguskjalinum. • • • Framdur verður ein skattareformur, sum ber í sær eina lækking av persónskatti og partafelagsskatti, samstundis sum skattagrundarlagið verður breiðkað. Partafelagsskatturin verður stigvíst lækkaður niður í 10 %. Persónskatturin verður framvegis lækkaður sambært ásetingunum í samgonguskjalinum. 2.4. Generell vinnulóggáva Tað er týdningarmikið fyri føroyska vinnulívið, at grundleggjandi vinnuligu lógirnar – vinnuligu leikreglurnar – eru á sama støði sum í londunum rundan um okkum. Hetta merkir ofta, at lógirnar skulu fylgja lóggávuni í ES, so nógv sum til ber. Eisini kann tað hava stóran týdning fyri tær føroysku fyritøkurnar, at tær skula lúka somu treytir, sum settar verða fyritøkum aðrastaðni. Sama er galdandi fyri útlendskar íleggjarar ella útlendskar fyritøkur, sum umhugsa at byrja virksemi í Føroyum, at karmarnir og vinnuligu leikreglurnar eru kendar og vanligar. Stig eru tí tikin til, at fleiri av grundleggjandi vinnulógunum verða endurskoðaðar eftir omanfyrinevnda leisti, m.a. ársroknskaparlógin og partafelagslógirnar, og at hesar lógir frameftir javnan verða dagførdar, soleiðis at tær áhaldandi eru í samsvari við lóggávuna aðrastaðni. • Ætlanin er at dagføra fleiri av grundleggjandi vinnulógunum, m.a. partafelagslógirnar og ársroknskaparlógina, so hesar fylgja altjóða standardum. 14 Vinnupolitikkur 2.5. Einskiljing av almennum fyritøkum Tað almenna eigur eina røð av fyritøkum, sum kappast við fyritøkur við privatum kapitali. Hugsast kann, at tað almenna í ávísum førum er tolnari eigari, ið ikki setur líka høg krøv til forrenting av eginognini sum ein privatur. Í øðrum lagi kann tað vera ógvuliga torført hjá almennu fyritøkunum at fáa til vega kapital við at hækka eginpeningin, sum kann vera lættari við privatum ognarrætti. Eisini kann tað hava óhepnar avleiðingar fyri kappingina á einum øki, at tað almenna eigur eina ella fleiri fyritøkur á marknaðinum. Farið verður undir eina miðvísa einskiljingartilgongd. Heildarætlan er gjørd um fyritøkur, ið samgongan er samd um at búgva til sølu komandi árini. Somuleiðis er vegleiðandi tíðarætlan gjørd, sum vísir hvussu sølutilgongdin verður, herundir søluumfør. Leysliga kann metast, at tað almenna kann frígera kapital komandi árini svarandi til millum 4.000 og 6.000 mió. kr., alt eftir hvussu nógvar fyritøkur verða einskildar. Við hesum kann roknast við, at søluinntøkur í sambandi við einskiljingar komandi 10 árini í miðal fara at liggja um 500 mió. kr. árliga. Her er neyðugt at hava í huga, at slíkar søluinntøkur ikki eru at javnmeta við vanligu skatta- og mvg-inntøkurnar hjá tí almenna. Søluinntøkurnar skulu í høvuðsheitum brúkast til at rinda skuld niður (sambært samgonguskjalinum). Landsstýrið hevur skipað leiðreglur um mannagongd í einskiljingarmálum. Við leiðreglunum hevur landsstýrið bundið seg til at røkka endamálinum at gera greiðan skilnað millum myndugleikauppgávur og uppgávur, sum hoyra vinnulívinum til. Í leiðreglunum verður somuleiðis lagt upp til einskiljingar, sum hava við sær, at brúkaraáhugamál verða tryggjað. Hetta verður fyrst og fremst gjørt við at leggja einskiljing av einstøku fyritøkunum soleiðis til rættis, at kappingartrýstið innan ávíst vinnuøki ikki minkar við einskiljing, men heldur økist. Eisini kunnu strategisk áhugamál hjá landinum tryggjast við einskiljingum. Í triðja lagi binda leiðreglurnar landsstýrið at virka fyri sølu av almennum fyritøkum, har allir áhugaðir partar fáa høvi at bjóða, og at selt verður til hægsta prís/marknaðarprís við teimum treytum ella teirri mannagongd, sum er neyðug fyri at tryggja samfelagsáhugamál, eitt nú at kappingin ikki minkar. • Farið verður undir eina miðvísa einskiljingartilgongd. Heildarætlan er gjørd um fyritøkur, ið samgongan er samd um at búgva til sølu komandi árini. 2.6. Útbúgving Ætlanirnar fyri útbúgvingarliga undirstøðukervið hava til endamáls at hækka útbúgvingarstøðið og at geva so nógvum borgarum ein so góðan útbúgvingarligan førleika, sum til ber. Útbúgving er ein íløga í framtíðina. Umframt at seta pening og orku til útbúgvingina missur samfelagið framleiðsluna hjá tí lesandi, meðan viðkomandi er í útbúgving. Hinvegin fær samfelagið eitt meira skikkað arbeiðsavrik eftir lokna útbúgving, sum í flestum førum meira enn uppvigar ta íløguna, sum er gjørd. 15 Vinnupolitikkur Betri førleiki borgarans hevur vanliga hægri løn og tískil hægri livistøði við sær. Útbúgving ger flytførið størri, og sostatt minkar arbeiðsloysisvágin. Útbúgving kann geva einum samfelag sosial og vísindalig frambrot. Skal málið at gerast millum fremstu OECD-lond í 2015 verða rokkið, er neyðugt, at føroyingar í størri mun enn í dag fáa eina holla útbúgving. Hetta merkir, bæði at dygdin á undirvísingini skal betrast, og at ein størri partur av føroyingum fer undir víðari útbúgving. Gongdin í dag er, at alsamt færri arbeiða sum ófaklærd, og at vitan fær ein størri týdning innan øll øki í búskapinum. Samstundis starvast alsamt fleiri í vitanartungum vinnum. Hetta er hent í so stóran mun, at tað í dag verður tosað um ein vitanarbúskap, har tað avgerandi fyri búskaparvøksturin er, hvussu samfeløg klára at framleiða, viðlíkahalda, spjaða og nýta vitan. Tað er týdningarmikið, at útbúgvingarverkið fyrireikar næmingar og lesandi til ein alsamt meira altjóðagjørdan heim, har tað er ein fortreyt, at ein dugir at samskifta við fólk frá øðrum mentanum og við øðrum tungumálum. Ein styrkt undirvísing í fremmandamáli, serliga í enskum, og samstarvsskipanir við aðrar útbúgvingar- og granskingarskipanir kunnu vera við til at tryggja, at føroyingar ikki gerast eftirbátur á hesum økjum. Frá einum vinnupolitiskum sjónarmiði eiga hesi atlit at verða raðfest frammaliga: • • • • • • Virkast skal fyri, at altjóðagerðin gerst ein natúrligur partur av undirvísingini og útbúgvingarskipanini. Allir skúlar skulu eggjast til at hava formligt samstarv við skúlar uttanlands, og frálæran í fremmandamáli, serliga enskum, verður raðfest hægri enn í dag. Hægri merkantilar útbúgvingar verða styrktar og knýttar at Fróðskaparsetrinum. Størri dentur skal leggjast á Ph.D. og vinnu-Ph.D. í samstarvi við føroyskt vinnulív. Útboðið av vinnurelateraðum framhaldsútbúgvingum verður ment. Samstarv millum Fróðskaparsetrið og komandi granskaraparkina verður skipað. Merkantili og samfelagsligi parturin í maritimu útbúgvingunum verður styrktur, so tær í størri mun kunnu brúkast uppi á landi eisini. 2.7. Náttúrutilfeingi Náttúrutilfeingi fevnir her um alivinnu, kolvetnisvinnu, landbúnað og fiskivinnu. Virkast skal fyri, at hesar vinnur skulu geva stórsta avkastið, framburð og vælferð í fríari kapping, har trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga. Fyritøkur við høgum framleidni forrenta lættari sínar kapitalíløgur. Tí mugu tær sleppa at kappast frítt og javnbjóðis um framleiðslumiðlarnar, ið sum frálíður gevur hægsta avkastið til samfelagið. Uppgávan hjá tí almenna er at tryggja teir karmar, ið geva støðugt grundarlag undir vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri. Tí verður atgongdin til tilfeingið regulerað, so fiskastovnarnir verða troyttir burðardygt, at umhvørvið á alifirðum verður ikki ovbyrðað, og hagarnir ikki yvirskipaðir. 16 Vinnupolitikkur Alivinnan Fyri at alingin skal geva sum mest avkast, mugu aliøkini verða regulerað sambært ásetingum í aliloyvum og í veterinerum og umhvørvis reglum. Uppgávan við bygnaðarpolitikkinum er eftir givnum fyritreytum at leggja karmarnar so, at tey allýstu aliøkini kasta sum mest av sær, herundir at veitt aliloyvir verða gagnnýtt. Skipanin eigur eisini at elva til, at tey mest framleidnu virkini sleppa at umsita alitilfeingið. Kappingin millum virki eiga at verða avlagað sum minst, og virki við nýggjum aliloyvum mugu ikki fáa fyrimun í kapping móti virkjum, hvørs aliloyvi skjótt ganga út. Samsvar má eisini vera millum framleiðslutíð og staðbundnar íløgur yvir langa tíð. Hetta eru alt viðurskifti, sum verða reguleraði í alilógini, sum nú verður endurskoðað í síni heild. Havandi í huga at aliumhvørvið má ikki ovbyrjast og skal umsitast lívfrøðiliga rætt, verður • Alilógin endurskoða í síni heild, herundir við atliti til at tryggja at kappingin um framleiðslumiðlarnar verður javnsett, og hvussu brúksskylda verður tryggjað. Kolvetnisvinnan Landstýrið heldur, at karmarnir um kolvetnisvinnuna sum heild eru góðir og eru jaligar vónir um hesa vinnuna í Føroyum. Somuleiðis heldur landsstýrið, at kolvetnisskattalógin, sum er ein serskattaskipanin, er nøktandi. Harumframt er í skipanini krav um, at oljufeløg geva starvsfólkum á føroyskum virkjum útbúgving og førleikamenning. Landsstýrið heldur, at oljufeløgunum eiga at verða sett strong krøv tá um trivnað, mentan og umhvørvi ræður. Landbúnaðurin Búnaðarjørðin er frá gomlum býtt í óðalsjørð, sum er privat ogn og kann handlast frítt, og so kongsjørð og prestjørð, sum nú er ogn hjá tí almenna og verður rikin av festarum. Øll landbúnaðarlóggáva verður nú endurskoðað. • Ætlanin er at virka fyri, at landbúnaðurin verður mentur og lagaður til marknaðarbúskap. Fiskivinnan Fiskivinnan er høvuðsvinnan og skal hvíla í sær sjálvari uttan almennan stuðul. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast burðardygt, á vinnuligum grundarlagi og undir skynsomum heildaratliti. Fiskivinnupolitiska uppgávan er at leggja karmar, so at ásettu fiskidagarnir og kvoturnar í føroyskum og fremmandum sjógvi geva vinnuni sum mest avkast – og harvið øllum samfelagnum. • Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett arbeiðsbólk at dagføra fiskivinnupolitikkin. Hesin verður viðgjørdur serstakt tá arbeiðsbólkurin hevur handað landsstýrismanninum uppskot til dagførdan fiskivinnupolitikk 17 Vinnupolitikkur 2.8. Matvøruøkið Sum nevnt frammanfyri er alheimsgerðin ein av høvuðsorsøkunum til, at neyðugt er at hugsa nýtt og fremja nýggja vitan í verki. Tá tað snýr seg um matvøruøkið, eru ávís rák, sum ávirka handilin við matvørum. Kappingin við láglønarlondini gerst størri, bæði um rávørur og um sølu av lidnum vørum á vanligu marknaðunum fyri føroyskar vørur. Kappingarparameturin er ikki bert prísur, men fevnir eisini um góðsku, brúkaravernd, sporføri og burðardygd. Sambært SPS-avtaluni undir WTO (Heimshandilsfelagsskapurin) fáa tollgjøld alt minni týdning fyri altjóða handil við matvørum. Harafturímóti fara zoosaniter krøv at fáa ein alt størri leiklut fyri marknaðaratgeingi hjá føroyskum fiska- og akvakulturvørum. Hetta merkir, at føroyska matvøru- og veterinerlóggávan viðvíkjandi eftirliti við sjúkum hjá alifiski, reinføri, góðsku, tilsetingarevnum, restkonsentratiónum, merking, sporføri og burðardygd v.m. má gerast sambært teimum reglum, sum eru galdandi í londunum, har vørurnar verða seldar, t.e. serliga í ES. Føroyski matvøru- og veterinerpolitikkurin eigur at verða lagaður soleiðis, at marknaðaratgeingi hjá føroyskum fiskavørum ikki verður skert, ella at forðingar eru fyri, at prísurin kann gerast so høgur sum møguligt. Hvørji eru málini Á matvøru- og veterinerøkinum verður sett sum mál at skapa karmar fyri, at fiskivinnan og alingin kunnu mennast soleiðis, at tær eru støðugt kappingarførar á marknaðinum. Til tess at røkka hesum málum er ætlanin: • At fremja gransking, menning og nýskapan av fiskavørum, t.d. við at stovna granskarapark, har fyritøkur kunnu fara undir verkætlanir um nýggjar fiskavørur, gagnnýtan av hjávørum til matvøru- og heilivágsídnaðin, umframt nýtslu av biotøkni innan fiska- og akvakulturframleiðslu. • At kanna hvussu ein matvøruútbúgving kann skipast í Føroyum. Útbúgvingin kann fevna um matvøruframleiðslu og -menning, umframt kokka- og tænaraútbúgving. • At útvega neyðuga orku og førleika til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, soleiðis at trygd fæst fyri, at føroyskar fiska- og akvakulturvørur eru á einum høgum reinførisstøði. Tí neyðugt er, at altjóða marknaðurin hevur fullkomið álit á okkara fyriskipanum innan økið. • At útvega neyðuga orku og førleika til áhaldandi arbeiðið at dagføra regluverkið innan matvøru- og veterinerøkið og sostatt tryggja, at føroyskar fiska- og akvakulturvørur ikki verða forðaðar at sleppa inn á altjóða marknaðir orsakað av vantandi lóggávu. Eisini verða sett stór krøv til fiska- og akvakulturfyritøkurnar, skulu omanfyri nevndu mál verða rokkin næstu 10 árini. Krøvini eru galdandi fyri øll lið í framleiðsluketuni frá fiski til marknað, og fevna tey um kapital, útbúgving, vørumenning, nýskapan og at laga seg til broytingarnar á marknaðinum. Seinastu tvey árini hevur ES nútímansgjørt reglurnar um eftirlit við matvørum – eisini fiskaframleiðslu. Ein nýggj føroysk matvørulóg eigur at samsvara við matvøru- og 18 Vinnupolitikkur reinførispakkan hjá ES, bæði fyri at tryggja útflutningin av fiska- og akvakulturvørum og fyri at veita føroyskum brúkarum í minsta lagi somu matvørutrygd sum brúkarum í øðrum framkomnum londum. Nýggj vitan innan matvøru- og veterinerøkið og nýggjar altjóða reglur og standardar hava við sær, at menningin av reglunum er ein dynamisk tilgongd við dagføringum. Hesar treytir eiga at verða loknar, skulu føroyskar fiska- og akvakulturvørur hava marknaðaratgongd frameftir. Kappingin við láglønarlondini Virðið av fiska- og akvakulturvørum verður serliga avgjørt av, hvussu nógv know-how er í vøruni. Óvirkaður fiskur kann vera ein hávirðisvøra, um góðskan er framúr góð, og hann kemur úr sjónum og á borðið hjá brúkaranum so skjótt sum gjørligt. Í hesum føri er know-how serliga í marknaðarkunnleika og logistikki. Í øðrum førum kann know-how vera í tí háttinum, fiskurin verður tilvirkaður, ella í serligum eyðkennum og dokumentatión, t.d. sporføri og burðardygd. Á marknaðinum fyri standardvørum við lágum tilvirkingarstigi, t.d. flak, eru Føroyar fyri harðari kapping frá láglønarlondum. Trupulleikin er størri í teimum seinnu liðunum, t.e. fiskavirkingini, enn í fyrru liðunum, t.e. aling og fiskiskapi. Um føroyskar fiska- og akvakulturvørur skulu vera kappingarførar á altjóða marknaðunum, má fara fram ein rationalisering og/ella produktmenning. Produktmenningin kann t.d. snúgva seg um góðsku, feskleika, tilvirking, brúkaratrygd, sporføri, burðardygd v.m. Uppgávan hjá landinum er at virka fyri, at fleiri ymiskar strategiir eru í at velja hjá virkjunum til tess at taka kappingina upp. T.d. kann ein útbygging av flogvøllinum bøta um møguleikarnar at útflyta feskan fisk, um tað verður hildið at geva størri nettovirði fyri virkið at fylgja hesi strategi. Sertifisering Seinnu árini hava stóru handilsketurnar lagt størri dent á burðardygd sum ein integreraðan part í “brandingini” av matvørum mótvegis kundunum og umhvørvisfelagskapum. T.d. hava Unilever og WWF í felag ment leiðreglurnar fyri burðardyggum fiskiskapi. Felagskapurin The Marine Stewardship Council (MSC) umsitur hesar reglur. MSC sertifiserar burðardygd viðvíkjandi einum ella fleiri fiskasløgum ella einstøkum fiskivinnufyritøkum. MSC hevur ikki enn gjørt reglur fyri burðardyggari aling. Ein sertifisering av burðardygd í føroyskari aling og í framleiðslu úr laksi kann gerast ein kappingarfyrimunur sammett við hini laksaframleiðandi londini og í mun til aðrar fiskavørur og aðrar matvørur. Tó má tað vera alivinnan sjálv, sum metir um, hvørt hetta er ein fyrimunur ella ikki. Uppgávan hjá landinum er at tryggja, at almennu skipanirnar ikki forða fyri einari slíkari sertifisering, um ætlanin er at fylgja hesi strategi. 2.9. Vøru- og tænastumarknaður Fyri at kunna hækka livistøðið hjá hinum einstaka í Føroyum er neyðugt við einum vælvirkandi vøru- og tænastumarknaði. 19 Vinnupolitikkur Vinnupolitiska uppgávan á vøru- og tænastumarknaðinum er at leggja karmar fyri einari virknari kapping. Har ið ikki ber til at fáa eina virkna kapping, er uppgávan at gera eitt virkið eftirlit. Samstundis mugu atlit takast at brúkaratrygd. Í altjóða høpi er vøru- og tænastumarknaðurin í Føroyum lítil, og tað, sum sermerkir ein lítlan marknað, er, at fáir útbjóðarar eru á hvørjum marknaði. Sum oftast er talan um duopol ella oligopol. Eisini eru vinnur við monopoli. Hetta kann bera í sær, at lítil eggjan er til tillaging og effektivisering á marknaðinum. Ein marknaður við fáum fyritøkum hevur ofta hægri brúkaraprísir enn neyðugt og gevur tí yvirnormalan vinning til verandi fyritøkur. Sjálvt í vælvirkandi og stórum marknaðarbúskapum eru trupulleikar av fáum ráðandi fyritøkum og sostatt avmarkaðari kapping. Tí eru kappingarlóg og kappingareftirlit komin inn í myndina. Somuleiðis krevur altjóðagjørdi marknaðurin at vit seta í gildi marknaðarføringslóg. Í einum lítlum marknaði sum tí føroyska kann vera trupult at fáa eina virkna kapping á øllum økjum, og júst av hesi orsøk hevur eitt virkið kappingareftirlit stóran týdning hjá okkum. • Ætlanin er at leggja uppskot um eina kappingarlóg fyri Løgtingið, sum seinni ætlast útbygd við ásetingum um m.a. samanleggingareftirlit (fusiónseftirlit), at vit fáa somu leikreglur á kappingarøkinum sum flestu lond rundan um okkum, samstundis sum kappingareftirlitið verður styrkt. Sama mvg fyri allar vørur og tænastur og bert vælgrundað eyka avgjøld Meirvirðisgjald og avgjøld annars er ein háttur at útvega landskassanum inntøkur. Fyri at javnseta allar vinnur, vørur og tænastur og fyri at gera umsitingina av meirvirðisgjaldsskipanini lætta at umsita skal meirvirðisgjaldið, í tann mun tað ber til, vera tað sama á øllum vørum og tænastum, og eiga sersømdir sum meginregla ikki at verða veittar. Sum meginregla skulu eingi onnur avgjøld vera áløgd nakrari vinnu. Undantøk fara tó at verða gjørd fyri vørur og tænastur, sum ávirka umhvørvið og heilsuna hjá fólki. Fyri at geva fólki og fyritøkum stundir at laga seg til broyttu umstøðurnar, verður hetta sett í verk yvir eitt áramál. Almennur innkeypsportalur Tað almenna er ein týðandi partur av vøru- og tænastumarknaðinum í Føroyum. Í 2003 keypti tað almenna fyri 833 mió. kr., og tískil hevur keypsatburðurin hjá tí almenna sera stóra ávirkan á kappingina og framleidnið á vøru- og tænastumarknaðinum. Farið verður tí undir at gera reglur fyri alment innkeyp, sum tryggja proportionalitet (samsvar millum sett krøv og tað sum keypt verður), líka og rættvís viðgerð umframt gjøgnumskygni. Talan hevur eisini verið um at seta á stovn ein almennan innkeypsportal, har alt alment keyp kann bjóðast út. Umboð fyri vinnuna hava víst á, at vantandi gjøgnumskygni, vantandi kapping, vantandi útboð frá tí almenna og vantandi samskipan eru trupulleikar við almenna innkeypinum. • Reglur verða gjørdar um alment innkeyp. 20 Vinnupolitikkur • Kannað verður, um ein innkeypsportalur skal stovnsetast, har alt alment innkeyp oman fyri eitt ávíst virðið verður bjóðað út í fríari kapping. Endamálið við innkeypsportalinum er ikki í fyrsta lagi at rationalisera tað almenna og sostatt minka um rakstrarútreiðslurnar, men at skapa kapping á vøru- og tænastumarknaðinum. Ein ágóði av kappingini verður tó helst, at almennu útreiðslurnar lækka. Brúkaravernd styrkjast Í Føroyum er eingin almennur stovnur, sum beinleiðis tekur sær av at veita brúkarum hjálp og kæruvegleiðing í brúkaramálum. Bæði í Føroyum og í Íslandi er tó eitt brúkarasamtak, ið er ein sjálvstøðugur felagsskapur av brúkarum, sum viðger brúkaramál. Avgjørt er at stuðla brúkarasamtakinum fíggjarliga, so tað í størri mun verður ført fyri at veita brúkarum hjálp og kæruvegleiðing og saman við vinnuni í Føroyum viðgera spurningar, sum hava týdning fyri brúkaraverndina. Tá henda skipanin hevur virkað í eina tíð, verður hon eftirmett og støða tikin til, um tørvur er á at gera broytingar í skipanini. Lóggávan, sum regulerar viðurskifti brúkaranna, er umfatandi, og málsræði á hesi lóggávu er ikki samlað hjá einum landsstýrismanni. Økið fevnir m.a. um lóggávuna um keyp, borgsølu, brúkaraavtalur, umframt lóggávu um kapping og marknaðarføring. • • • Ætlanin er at veita brúkarasamtakinum fíggarligan stuðul, so tað í størri mun verður ført fyri at veita brúkarum ráð og vegleiðing og at samstarva við vinnuna um brúkaraspurningar. Ætlanin er eisini at leggja uppskot um nýggja marknaðarføringslóg fyri Løgtingið. Ætlanin er at endurskoða alla lóggávu, sum regulerar viðurskifti brúkaranna. 2.10. Samhandil við útheimin Í einum lítlum samfelagi er neyðugt, at búskapurin er opin fyri at fáa ein munadyggan búskaparvøkstur. Handilsforðingar um landamørk hava størri árin á ein lítlan enn á ein stóran búskap. Uppgávan er tí at hava góðar handilssáttmálar við umheimin og annars at avtaka forðingar fyri, at vørur og tænastur kunnu flytast um landamørk. Handilssambandið við Evropasamveldið hevur størstan týdning, tí ES er nærmarknaðurin hjá Føroyum, og Føroyar eru ein partur av Evropa. Skal búskapurin vaksa, er neyðugt at hava ein opnan búskap mótvegis ES. Í hesum sambandi er umráðandi, at spurningurin um okkara viðurskifti við ES verða tikin upp sum ein heild, tí tað oftast tekur langa tíð at viðgera hvørt mál serstakt millum Føroyar og ES. Handilssáttmálin, ið vit hava við ES í dag, fevnir einans um vøruhandil. Talan er tó ikki um ein fullkomnan fríhandilssáttmála, tí bæði kvotur og tollur eru løgd á ávísar vørur úr Føroyum, meðan ES hinvegin stórt sæð hevur fría marknaðaratgongd til tann føroyska marknaðin. Hóast sáttmálin ikki fevnir um tænastur, eru í dag so at siga ongar forðingar á hesum øki. Kapitalur hevur frítt at fara, undantiknar eru tó fiskivinnan á sjónum í Føroyum og tryggingarvinnan. Arbeiðsmegin hevur ikki frítt at fara, men Føroyar hava tó avtalu við Norðurlond um sínámillum frælsi fyri arbeiðsmegina. 21 Vinnupolitikkur EFTA-londini hava avtalu við ES um tey fýra frælsini og annað samstarv. Harumframt hevur EFTA eisini avtalur við fleiri onnur lond. Fyri at gagnnýta fyrisitingina hjá EFTA og fyri at kunna koma upp í avtalur, sum EFTA hevur gjørt, verður kannaður tann møguleikin, at Føroyar gerast limur í EFTA. Á flogferðsluøkinum verður arbeitt fyri, at Føroyar verða partur av ECAA (European Common Aviation Area), sum gevur Føroyum møguleika at knýta seg í ein felags europeiskan marknað fyri flogferðslu. Soleiðis verða Føroyar væntandi partur av flogferðslumarknaðinum í ES og øðrum europeiskum londum, sum eru við í avtaluni. Útlit eru til, at skipanin kemur formliga í gildi 1. januar 2007. • • • • Landsstýrið ætlar at taka upp samband við ES við tí endamáli at viðgera møguleikarnar at gera eina avtalu við ES um tey fýra frælsini, soleiðis at Føroyar verða ein samrunnin partur av tí stóra felagsevropeiska marknaðinum. Kannaður verður møguleikin, at Føroyar gerast limur í EFTA fyri at koma upp í avtalur, sum EFTA hevur gjørt. Allar forðingar fyri samhandli, so sum tollur og onnur sergjøld, skulu beinast av vegnum. Arbeitt verður við at Føroyar verða knýttar at ECAA avtaluni og harvið verða partar av liberaliseraða flogferðslumarknaðinum hjá ES. 2.11. Samferðslukervi Samferðsluætlan Fysiska undirstøðukervið í Føroyum, t.e. serliga veganetið og ferjur, er sum heild væl útbygt. Tá Gásadalstunnilin er liðugur, er koyrandi til allar bygdir í Føroyum, og tá Norðoyatunnilin á sumri 2006 er liðugur, eru 85 % av føroyingum bundnir saman í einum felags veganeti. Við teimum útbyggingum, sum kommunurnar ætla at fremja, er kapasiteturin á føroysku havnunum sum heild eisini nøktandi. Tað er tí ein viðkomandi spurningur, hvør nytta fæst burturúr at halda áfram at gera íløgur í samferðslukervið. Væntast kann, at marginala nyttan av einari eyka íløgu í samferðslukervið sum heild er fallandi, og tá samferðslukervið innanlands er so mikið væl útbygt, er serliga umráðandi at raðfesta rætt. Allar íløgur, sum gera tað lættari, skjótari ella bíligari at ferðast, økja um flytførið og samskiftið. Tað er eisini soleiðis, at tað bæði eru íløgur í samferðslukervið, sum geva eina rættiliga lítla nyttu í mun til kostnaðin, og verkætlanir, har samfelagið verður munandi ríkari, verða tær framdar. Munadygg samferðsluráðlegging hevur stóran týdning, og ætlanin er at seta av neyðugu orkuna á Landsverki at arbeiða við nýggjari samferðsluætlan fyri Føroyar. Tað ræður um at arbeiða effektivt við fáum verkætlanum heldur enn at arbeiða seint við fleiri verkætlanum. Umframt at kostnaðurin av sjálvum arbeiðinum verður minni á henda hátt, verður rentukostnaðurin eisini minni, og borgarar og virki fáa skjótari ágóðan av íløguni. Mett verður, at ein greið raðfesting, sum breið politisk semja er um, kann vera ein háttur at minka um talið á verkætlanum, sum eru í gongd. 22 Vinnupolitikkur • Nýggj samferðsluætlan fyri Føroyar verður gjørd. Miðað verður ímóti, at ætlanin er liðug ultimo 2006. Raðfestar verkætlanir Hóast vega- og havnaøkið sum heild er væl útbygt, eru tó framvegis fløskuhálsar innan ávís øki, har tað loysir seg at bøta um viðurskiftini. Landsstýrið er samt um í hesum valskeiðnum at raðfesta ávísar størri útbyggingar, har íløgurnar veruliga gera mun. Tað verður mett alneyðugt, at flogvøllurin verður útbygdur skjótast gjørligt, so at hann kann taka ímóti størri og tyngri flogførum. Settur er ein embætismannabólkur við føroyskum og donskum embætisfólki at lýsa møguligar útbyggingar av floghavnini. Ætlanin er, at útbyggingarnar av Vága floghavn verða fíggjaðar við at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin fyri Føroyar samsvarandi. Tikið verður undir við, at undirsjóvartunnil skal gerast millum Skálafjørðin og Tórshavn sum ein verkætlan, har partafelag fær konsessión frá landinum. Ferðsluforsagnirnar vísa, at tað ber til at fíggja íløguna 100 % við nýtslugjaldi, men tess lægri nýtslugjaldið er, tess størri verður samfelagsbúskaparliga avkastið av íløguni. Neyðugt verður at fremja ávísar avleiddar íløgur, orsakað av fasta sambandinum. Umframt hesar báðar verkætlanir, er ætlanin eisini at raðfesta sambandið suðureftir frammarliga. Frágreiðing er skrivað, sum viðger møguleikarnar fyri føstum sambandi millum Streymoy og Sandoy, og er peningur játtaður til forkanningar. Í sambandi við arbeiðið at gera nýggja samferðsluætlan fyri Føroyar verður spurningurin viðgjørdur, nær farast skal undir hesa verkætlan. Tá avgerð verður tikin um tunnilin til Sandoyar, verður spurningurin viðkomandi, um siglast skal millum Suðuroy og Sandoy fyri at økja um títtleikan á sambandinum. • • • • • Flogvøllurin í Vágum skal útbyggjast, og ætlast útbyggingarnar at vera lidnar í 2010. Somuleiðis verður hildið áfram við kanningunum av einum framtíðar flogvølli í Føroyum. Landsstýrið tekur undir við, at undirsjóvartunnil verður gjørdur millum Skálafjørðin og Tórshavn. Kanningar av undirsjóvartunli til Sandoyar halda fram, og er ætlanin at fara undir hesa verkætlan skjótast gjørligt. Samferðsluútbyggingar verða annars framdar í samsvari við Samferðsluætlanina 2006. Fígging av samferðslukervinum Samferðsluíløgur eru søguliga vorðnar fíggjaðar við skatti, t.e. yvir fíggjarlógina. Hetta er ikki av tilvild. Tað eru góðar samfelagsbúskaparligar orsakir til at skattafíggja íløgur í undirstøðukervið. Tí tá íløgan er gjørd, kostar tað samfelagnum lítið eyka, um ein eyka persónur nýtir íløguna. Samfelagsbúskaparliga er tað tí skilagott ikki at taka nýtslugjald fyri at nýta íløguna. Tann fyrimunur, ið brúkarin fær av at nýta íløguna, er munandi størri enn tað sindrið, sum ein eyka brúkari kostar landinum í sliti á undirstøðukervið. So leingi sum kapasiteturin á vegakervinum er nóg stórur, eigur tað tí at vera ókeypis at nýta veganetið. Tann støðan, sum hevur tikið seg upp í nógvum londum seinastu áratíggjuni er, at skattatrýstið er vorðið so høgt, at stjórnirnar í summum londum ikki hava hildið tað verið ráðiligt at hækka skattin enn meira fyri at fíggja størri íløgur í samferðslukervið. Tí er spurningurin um partvísa ella fulla brúkarafígging av stórum íløgum vorðin viðkomandi, bæði í Føroyum og uttanlands, 23 Vinnupolitikkur eisini tí stjórnirnar hava mett tað vera sera trupult ella ógjørligt at skerja játtanina til onnur øki. Heldur enn at útseta íløgur í undirstøðukervið nógv ár orsakað av vantandi skattafíggingarmøguleikum, hava stjórnirnar valt næstbestu loysnina: at brúkarafíggja ávísar stórar íløgur í samferðslukervið. • Ætlanin er at halda fast við meginregluna, at íløgur í samferðslukervið sum mest verða fíggjaðar úr landskassanum uttan brúkaragjøld. Um talan er um stórar verkætlanir, har tað er trupult hjá landskassanum at fíggja hesar, kann fígging við støði í inntøkum frá brúkaragjøldum heilt ella partvíst koma upp á tal. 2.12. Orkuøkið Atgongd til ódýra og trygga orkuveiting hevur stóran týdning fyri vinnulívið. Samstundis hevur tað stóran samfelagsligan týdning, at orkunýtslan í so lítlan mun sum gjørligt ávirkar staðbundna og alheims umhvørvið. Í Føroyum er eingin orðaður orkupolitikkur ella nútímans lóggáva, sum samskipar virksemi í sambandi við framleiðslu, flutning og sølu av eli. Sitandi landsstýrissamgonga hevur sett sær sum mál at fáa hesar spurningar á politiska dagsskrá, og er ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða við spurningunum. Afturat arbeiðsbólkinum er settur ein hoyringsbólkur at veita fakligan serkunnleika og til at umboða samfelagslig og vinnulig áhugamál í arbeiðinum. Endamálið við arbeiðinum er at orða uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk og elveitingarlóg. Dentur verður lagdur á, at framtíðar orkuútbygging fer fram á ein umhvørvisvarligan hátt, at varandi orkukeldur verða gagnnýttar sum mest, at orkusparandi tiltøk verða framd, og at gransking og royndarvirksemi innan tey øki, sum orkupolitikkurin fevnir um, verða stimbrað. Arbeiðið við at orða ein orkupolitik og elveitingarlóg verður væntandi liðugt á sumri 2006. Fyrsta ávegisfrágreiðingin varð latin landsstýrismanninum í vinnumálum á heysti í 2004 til politiska viðgerð. Seinna ávegisfrágreiðingin verður væntandi liðug í ár. • Orðaður verður ein orkupolitikkur, og karmarnir um elframleiðslu verða dagførdir við nýggjari elveitingarlóg. 24 Vinnupolitikkur 3. Mikropolitikkur 3.1. Nýskapan – fýra vakstrardriv Ein vælskipaður bygnaðarpolitikkur er ein fortreyt fyri búskaparvøkstri í einum landi. Búskaparvøksturin er í stóran mun tengdur at, hvussu góðar fortreytirnar eru fyri nýskapan (innovatión). Nýskapan er, tá eitt virki mennir ella tekur í nýtslu eina nýggja vøru, tænastu, mannagongd ella tøkni ella ein nýggjan hátt at marknaðarføra, sum gevur fyritøkuni ein fyrimun í kappingini við aðrar fyritøkur. Nýskapan kann eisini vera, tá eitt nýtt virki verður sett á stovn, sum framleiðir vørur ella tænastur, sum ikki eru framleiddar í samfelagnum áður. Felagsnevnarin fyri nýskapan er sostatt at framleiða øðrvísi og betri enn fyrr. Tvær yvirskipaðar nýskapanarstrategiir eru at fylgja í einum samfelagi. Tann fyrra er ein granskingardrivin strategi, har granskingarúrslit um nýggja vitan ella tøkni verða handilsgjørd, so tey fáa eitt búskaparligt virði. Í hesari strategiini verður denturin lagdur á gransking, vitanarspjaðing og sambandið millum granskingarumhvørvið og vinnuna. Tann seinna er ein marknaðardrivin strategi, har dentur verður lagdur á nýggjar samansetingar av verandi tøkni, tillagingar av vørum og tænastum, so tey betri kunnu lúka tann tørv, sum marknaðurin hevur, og at finna nýggjar marknaðir fyri vørurnar ella tænasturnar, sum virkini framleiða. Denturin verður í hesari strategiini lagdur á marknaðarkunnleika, og hvussu einstøku fyritøkurnar skapa bestu karmar fyri initiativi, førleikamenning og skjótum broytingum í framleiðsluni. Tað ber til at velja at fylgja aðrari av hesum strategium, men vanliga fæst besta úrslitið, tá ein kombinatión av hesum báðum strategium verður nýtt. Í tráð við hesar báðu yvirskipaðu nýskapanarstrategiir hevur OECD eyðmerkt fýra sonevnd vakstrardriv, sum eru gróðrarbotnurin undir nýskapan í einum samfelagi. Hesi eru: • • • • Gransking og vitanarspjaðing Íverksetan KST-nýtsla Betri starvsfólkanýtsla (HRM) 25 Vinnupolitikkur Mynd 2: Tey fýra vakstrardrivini, nýskapan og búskaparvøkstur Gransking og vitanarspjaðing Íverksetan Nýskapan KST-nýtsla Starvsfókanýtsla (HRM) Búskaparvøkstur 3.2. Gransking og vitanarspjaðing Sum víst á omanfyri, er gransking og vitanarspjaðing ein partur av gróðrarbotninum fyri nýskapan. Orsøkin til hetta er serliga tey hugskot, ið stinga seg upp í netverkum millum privatar fyritøkur og almennar stovnar, har fólk við m.a. vísindaligari bakgrund og tøknifrøðiligum førleika á høgum støði starvast. Granskarapark Biotøkniliga granskingin í Føroyum, undir hesum eisini gransking innan matvørur, fólkaheilsu (ílegugransking) og djóraheilsu, er øki, ið hevur stórar møguleikar, tá umræður at skunda undir m.a nýtsluna av nýggjari tøkni. Í okkara grannalondum er staðfest, at virksemið í flestu granskaraparkunum hevur givið skjótari og effektivari flutning av vitan frá hægri lærustovnum og øðrum granskingarumhvørvum til fyritøkur. Minni fyritøkur, ið ikki sjálvar ráða yvir tí neyðuga váðafúsa kapitalinum og know-how, fáa í serligan mun nyttu av tí virksemi, ið er í granskaraparkum. Tann aktivitetur, ið er í granskaraparkum, kann fevna um vitanarflutning og vitanarspjaðing, líka frá grundgransking, nýttari gransking, nýskapan, vørumenning og/ella ígongdsetan av nýggjum virkjum. Til tess at skapa bestu karmar fyri vitanarspjaðing og gransking innan nevnda øki er ætlanin at: • Seta á stovn granskarapark, ið skal hava sítt støði í tøkniligum granskingarvirksemi, sum framleiðir og spjaðir vitan, tí granskarar og privatar fyritøkur samstarva og “búgva” í sama umhvørvi. 26 Vinnupolitikkur Í eini granskarapark kunnu lesandi og granskarar frá lærdum lærustovni, fyritøkur og verkætlanir, í styttri ella longri tíð, leiga sær kanningarstovur og skrivstovur, har ið tey kunnu royna ella menna vitanargrundað handilshugskot, og har ið tey hava atgongd til ymsar felags hentleikar. Tá ið handilshugskotið er liðugt ment, stovnsetur verkætlanin fyritøkuna hjá sær uttan fyri granskaraparkina ella selur hugskotið til aðrar fyritøkur. Nakrar verkætlanir menna seg til smáar fyritøkur, ið verða verandi í granskaraparkini í longri tíð. Tað yvirskipaða málið fyri granskaraparkina er at geva íkast til: • • • • • At handilsliggera granskingar- og kanningarúrslit. At fremja nýskapan í fyritøkum. At menna sambond og samstarv millum gransking og vinnu. At menna nýggjar fyritøkur. At draga nýggjar fyritøkur til sín. Vantandi kanningarstovuhentleikar og váðafúsur kapitalur í Føroyum eru tvær forðingar fyri spjaðing og nýtslu av biotøkni í bæði nýggjum og longu stovnsettum fyritøkum. Stovnsetanin av eini granskarapark kundi virkað við til at brotið aðra av hesum forðingum niður. Ein treyt er tó, at neyðug fígging fæst til vega, soleiðis at farast kann undir at byggja eina granskarapark, umframt at tað almenna fíggjar eitt møguligt rakstrarundirskot, ið væntandi verður í fyrstuni. Tað verður tó miðað ímóti, at raksturin av granskaraparkini sum frá líður verður sjálvfíggjaður. Fyri at bróta seinnu forðingina er neyðugt, at tað almenna saman við privatum íleggjarum, peningastovnum, grunnum og øðrum venturekapitalfeløgum virkar við til, at gott grundarlag fæst fyri fígging av teimum verkætlanum, ið skulu húsast í granskaraparkini. Sí eisini brot 3.3. um íverksetan. Luttøka í altjóða granskingartiltøkum Fyri at stimbra granskingina í Føroyum og møguleikarnar at skapa altjóða sambond millum granskarar og vinnulív er tað týdningarmikið, at Føroyar kunnu luttaka í altjóða granskingarsamstarvi. Ætlanin er at: • Føroyskar fyritøkur skulu kunna taka lut í granskingar- og nýskapanartiltøkum hjá ES á jøvnum føti við aðrar evropeiskar fyritøkur. 3.3. Íverksetan OECD allýsir íverksetan (entrepreneurship) sum tann dynamiska tilgongdin, ið er at finna búskaparligar møguleikar, og á hesum grundarlagi at menna, framleiða og selja vørur og tænastur. Týðandi faktorar fyri íverksetan í einum samfelagi eru: • • • Íverksetanarhugburður. Íverksetaraskipanir. Fíggingarmøguleikar. 27 Vinnupolitikkur • • • Skattlig viðurskifti. Greiðir lógarkarmar og reglur. Smidlig almenn fyrisiting. Íverksetarahugburður Hugburðurin hjá fólki um íverksetan og íverksetarar ávirkar, í hvønn mun fólk velja at gerast íverksetarar. Í summum londum verða fólk frá barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar, og roynt verður at geva fólki ein positivan hugburð til íverksetarar, sum verða lýstir sum fyrimyndir fyri onnur. Um ein íversetarahugburður í størri mun enn í dag skal alast fram í Føroyum, er ein eyðsýndur møguleiki at byrja í skúlaverkinum. Tað kundi t.d. verið gjørt á tann hátt, at næmingarnir arbeiða við verkætlanum, har teir í praksis royna seg sum íverksetarar, ella at teir arbeiða við skrivligum uppgávum, sum snúgva seg um íverksetan. Eitt dømi um hetta er European Business Game, sum miðnámsskúlarnir í Føroyum eru við í, og “Ungt virki” hjá Handilsskúlanum. Annað, sum hevur týdning, er, at hægri læri- og granskingarstovnar eru tilvitaðir um, at vitan kann handilsliggerast. Harumframt eigur at verða eggjað til, at fólk við hægri útbúgving skapa sær sín egna vinnuveg ella í størri mun søkja sær starv í vinnuni. • • Ætlanin er, at útbúgvingarverkið í størri mun enn í dag skal vera ein virkin partur at ala fram ein íverksetarahugburð í føroyska samfelagnum. Eggjað verður teimum við hægri útbúgving at skapa sær sín egna vinnuveg ella í størri mun søkja sær starv í vinnuni. Íverksetaraskipanir Ein spurningur, sum ofta verður viðgjørdur bæði uttanlands og í Føroyum, er, í hvønn mun tað almenna skal seta á stovn serligar skipanir fyri íverksetarar, og hvørjar hesar skulu vera. Serliga er tað spurningurin, í hvønn mun tað almenna skal stuðla íverksetarum fíggjarliga, sum kjakast verður um. Fyrimunurin við slíkum stuðli er, at fíggjarliga veikir íverksetarar fáa høvi at menna síni hugskot. Vandin við slíkum stuðli er, at hann kann virka kappingaravlagandi ella stuðla ódugnaskapi. Fíggingartørvurin hjá íverksetarum eigur at verða nøktaður við sáð- og venturekapitalskipanum. Sí eisini brotið niðanfyri um íverksetarafígging. Uppgávan hjá tí almenna er sostatt serliga at lætta um møguleikarnar hjá íverksetarum at fáa atgongd til vitan, kapital og samstarvspartnarar og at tryggja, at tað ikki er ov tvørligt hjá íverksetarum at byrja sítt virksemi. Ætlanin er at: • • • Ráðgeving innan íverksetan skal savnast á einum stað. Íverksetaranetverk skulu stovnast, har íverksetarar kunnu læra av hvørjum øðrum og skapa nýggj hugskot saman. Íverksetaranetverk skulu ikki bert vera lokal, men eisini altjóða, so føroyskir íverksetarar fáa samband við íverksetaranetverk uttanlands. Skipaðir verða fysiskir karmar fyri íverksetaravirksemi nærhendis útbúgvingarstovnum í sambandi við, at hesir verða útbygdir. 28 Vinnupolitikkur Fíggingarmøguleikar Ein fortreyt fyri íverksetaravirksemi er atgongdin til fígging. Skulu góð hugskot føra til íverksetaravirksemi, er ein neyðug fortreyt, at fígging er tøk til alla menningina av einum hugskoti og/ella einum virki. Almenna uppgávan er at menna og skapa karmar fyri einari samanhangandi fíggingarskipan, har atgongd er til ódýra granskingar-, sáð-, venture- og peningastovnsfígging, umframt fígging gjøgnum ein virðisbrævamarknað. Ofta eru fleiri ymisk sløg av fígging at finna í somu fasu í verkætlanini/produktmenningini. Eisini kann henda, at tað t.d. bara er peningastovnsfígging í einari verkætlan. Tað avgerandi er tó, at atgongd er til fígging av øllum fasum í einari verkætlan, tí um ávís fíggingarsløg vanta, er vandi fyri, at fíggingartørvurin hjá íverksetaranum ikki verður nøktaður. Royndir vísa, at peningastovnarnir ofta eru varnir við at fíggja virksemi, sum er nýtt og ókent, ella har long tíð gongur, frá tí at íverksetarin hevur tørv á fígging, til inntøkur kunnu væntast at koma frá virkseminum. Váðafúsur kapitalur (sáð- og venturekapitalur) hevur tí ein serligan leiklut í sambandi við íverksetaravirksemi. Hetta er serliga galdandi fyri íverksetarar í vinnugreinum innan tøknifrøði, har tað mangan er torført at fáa pening til vega við vanligum bankalánum. Atgongdin til váðafúsa og tolna fígging er tí í mongum førum avgerandi fyri, at íverksetarar kunnu koma í gongd við at menna síni hugskot. Sáð- og ventureíleggjarar luttaka ofta aktivt í at fremja verkætlanirnar og hava í mongum førum betri grundarlag fyri at meta um vandar og møguleikar enn aðrir kapitalveitarar. Ein ventureíleggjari hevur ofta hollan kunnleika til organisatión, strategi og marknaðarføring. Hesin kunnleiki er nógv verdur fyri ein íverksetara, sum tí kann konsentrera seg um sítt serliga øki. Landstýrið kann ávirka útboðið av venturekapitali, fyrst og fremst við at tryggja sømiligar karmar, sum stuðla undir vælvirkandi fíggjarmarknaðir. Harafturat kann landsstýrið tryggja, at t.d. skattareglur og fyrisitingarligar byrðar ikki eru so tungar, at nýggjar fyritøkur hokna undir byrðuni. Ásannast má, at útboðið av fíggingarmøguleikum í Føroyum ikki er nøktandi. Tí er ætlanin at virka fyri at fáa gongd á ein venturekapitalmarknað. Ætlanir hesum viðvíkjandi eru at: • • • Virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so at grunnurin í størri mun enn í dag leggur seg eftir at gera íløgur í nýtt virksemi við tolnum og váðafúsum kapitali. Endamálið er at skapa gróðrarbotn fyri, at vit aftan á eina tíð fáa fleiri nýggjar fyritøkur, eisini vitanargrundaðar fyritøkur, sum skulu hava umstøður at handilsliggera hugskot og granskingarúrslit. Samskipa stuðulsskipanir, sum landsstýrið varðar av, til tess at geva vinnuligum verkætlanum við handilsligum møguleikum lættari atgongd til kapital. Skapa góðar karmar fyri einum venturekapitalmarknaði og granskingar- og sáðkapitalgrunnum. 29 Vinnupolitikkur Vinnuframi Landsstýrið vil virka fyri at stuðla føroyskum fyritøkum at byggja upp m.a. framleiðslu av nýggjum vørum og tænastum, menning av hávirðisvørum og -tænastum og aðrari framleiðslu við stórum nývirði. Eitt vinnuligt nýlendi, sum eigur at stuðlast eru kreativu vinnurnar. Sum dømi kunnu nevnast tónleikur, handverk o.a. Stuðul til nevndu øki verður veittur við vinnuframaskipan, sum m.a. stuðlar menning av: • • • • Nýggjum vørum og tænastum. Telduforritum, kt-loysnum og kreativum vinnum. Nýskapandi verkætlanum. Sølufremjandi tiltøkum. Skattlig viðurskifti Skattaskipanin ávirkar í stórum áhugan hjá øðrum at seta pening í nýggjar fyritøkur, serliga har váðin er stórur. • Ætlanin er at gjøgnumganga skattligu karmarnar kring íverksetan og viðgera spurningin, um tørvur er á broyting í skattareglunum fyri venturefeløg, íleggjarar í venturefeløg og fyri virðisbrævaoptiónir til starvsfólk. Smidlig fyrisiting Eins og tað er av týdningi at skapa karmar við at gera lógir, kunngerðir og skipanir, sum hava týdning fyri vinnuliga umhvørvið, líka so týdningarmikið er tað, at stovnar landsins, sum umsita umrøddu reglur og skipanir, virka væl og smidliga, og at sum mest fæst burtur úr teimum játtanum, hesir stovnar fáa tillutað. Harumframt er tað av størsta týdningi, at stovnarnir eru væl samskipaðir, soleiðis at fyritøkurnar fáa eins boð, sama hvønn stovn tær fyrst venda sær til. Tí eigur miðvíst arbeiði at verða sett í verk, so at fyritøkur, har tað ber til, bert skulu venda sær til ein myndugleika at fáa greitt síni viðurskifti. Ein miðvís talgilding av almennu fyrisitingini og samstarv millum viðkomandi myndugleikar fer at hjálpa í so máta. Í hesum sambandi verður arbeitt við at fyrireika eina samskipan av virkseminum hjá Menningarstovuni, Ferðaráð Føroya og Vinnuframagrunninum. Havandi í huga tey fyri stóran part somu endamálini hjá hesum stovnum, verður kannað, hvussu teir kunnu verða samansjóðaðir og skapa eitt dynamiskt umhvørvi, soleiðis at bæði tað almenna og tað vinnulív, sum stovnarnir eru ætlaðir at menna, kunnu fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, hesir stovnar ráða yvir. Nýggi samanlagdi stovnurin fer at hava eitt fjøltáttað samstarv við nógvar ymsar partar so sum vinnusamskipanir, einstakar fyritøkur, íverksetarar, ymsu stjórnarráðini og stovnar teirra. Millum høvuðsuppgávurnar hjá stovninum verður: • • At birta upp undir nýskapan og íverksetan. Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri íverksetarar. 30 Vinnupolitikkur • • • At ráðgeva um íverksetan og gera íverksetaraportal, har íverksetarar fáa svar upp á spurningar um at stovna fyritøku. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. At menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. 3.4. KST-nýtsla OECD-kanningar vísa, at nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni (KST) í einum samfelagi hevur stóran týdning fyri framleidnið í búskapinum og sostatt eisini fyri búskaparvøksturin. Økt KST-nýtsla kann m.a. hava hesi positivu árin: • • • • • Verandi vinnur gerast meira framleidnar við at nýta KST til at effektivisera framleiðslu- og arbeiðsgongdir. Sambandið millum útbjóðarar og eftirspyrjarar av einari tænastu gerst lættari. Lættari verður at samanbera tilboð upp á vørur og tænastur. Møguleikar at marknaðarføra vørur og tænastur gerast sum heild øðrvísi og lættari. Økt KST-nýtsla økir um møguleikarnar at skapa netverk. Hetta hevur serliga týdning í vitanartungum vinnum. Tað er vert at geva gætur, at tað er KST-nýtslan, sum er í fokus í hesum parti av virkisætlanum landsstýrisins, ikki bert KT-framleiðsla. Tó so, at ein økt KST-nýtsla í samfelagnum sum heild væntandi hevur positivar avleiðingar á KT-vinnuna eisini. Semja er um, at tað almenna hevur stórar uppgávur, tá tað ræður um at menna KST-nýtsluna í Føroyum: • • • At stuðla upp undir so vælvirkandi marknaðir sum gjørligt við effektivari kapping millum útbjóðarar. At seta í verk tiltøk á teimum økjum, har marknaðirnir ikki av sær sjálvum kunnu væntast at eggja til optimala samfelagsbúskaparliga nýtslu av KST. At ganga á odda, tá tað snýr seg um at gagnnýta teir fyrimunir, sum KST gevur í framleiðslu av vørum og tænastum. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á meginregluna í KT-vinnupolitikkinum um, at føroysk KT-virki skulu hava møguleika at bjóða seg fram, tá landið spyr eftir KT-tænastum. KST-undirstøðukervið er ein fortreyt Tað almenna hevur í fyrstu syftu sum uppgávu at tryggja, at grundleggjandi undirstøðukervið er nøktandi, og í aðru syftu at tryggja, at tað almenna gagnnýtir møguleikarnar, sum nýggja undirstøðukervið gevur fyri at skapa virðir fyri brúkararnar og fyri alt samfelagið. Fjarskiftismarknaðurin hevur stóran týdning fyri KST-nýtsluna í Føroyum. Tað, sum serliga hevur týdning fyri útbreiðsluna av KST, er, hvørjar KST-loysnir verða bjóðaðar fram, hvussu dekningurin av hesum loysnum er, t.e. hvussu stórur partur av fólkinum hevur atgongd til teknisku loysnina, og hvussu høgur prísurin er. Tess betri KST-loysnirnar eru, størri dekningurin er, og lægri prísurin er, tess betri eru fortreytirnar fyri einari stórari útbreiðslu av 31 Vinnupolitikkur KST og tískil møguleikanum fyri, at KST verður gagnnýtt av einstaklingum, virkjum og tí almenna. Um samanborið verður við OECD og ES, eru hagtølini fyri dekning, útbreiðslu, nýtslu og prísir á flestum økjum sambærlig við miðaltalið fyri hesi lond undir einum, tó við einstøkum undantøkum. Um vit samanbera okkum við norðurlendsku grannalondini, sum eru millum fremstu lond í heiminum, tá tað snýr seg um at breiða út og nýta KST, eru vit tó sum heild nakað aftanfyri. Av øllum teimum viðurskiftum, sum kann ávirka KST-útbreiðslu og –nýtslu, er kervisbygnaðurin helst týdningarmesti einstaki faktorurin. Fyri at tryggja virkna kapping á fjarskiftisøkinum er ætlanin at taka neyðug stig til at tryggja, at kappingin ikki verður avmarkað, tá Føroya Tele verður einskilt. • Í sambandi við einskiljingina av Føroya Tele verður tryggjað, at javnbjóðis atgeingi til kervið verður fyri allar fjarskiftisveitarar, so kappingin á fjarskiftisøkinum verður virkin. Breiðbandsøkið Føroyar hava verið eftirbátur í mun til OECD-lond, tá tað snýr seg um útbreiðslu, nýtslu og prísir á breiðbandi, men seinasta árið hava stór framstig verið. Við breiðband er at skilja eitt internetsamband, sum ger tað møguligt at flyta stórar mongdir av dátu skjótt, sama um hetta fer fram tráðleyst ella um eina fasta linju. Í altjóða samanberingum er breiðband ofta skilmarkað sum samband við einari dátuflutningsferð á 128 Kbit/s. Útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum, roknað sum tal av internetsambondum í alt í mun til fólkatalið, var við árslok 2004 góð 6 %, sum var nakað minni enn miðaltalið fyri OECD. Tað er eisini munandi minni enn tey uml. 20 % í útbreiðslu, sum fremstu KT-londini í Evropa, eitt nú Danmark og Ísland, kundu vísa á. Seinasta árið er útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum tó tvífaldað, so hon við árslok 2005 var uml. 12,5%. Tá havt verður í huga, at miðaltalið á persónum í hvørjum húsarhaldi í Føroyum er væl hægri enn í grannalandum okkara, er tað sannlíkt, at tann parturin av fólkinum, sum hevur atgongd til breiðbandssamband, nærkast støðinum í grannalondunum. Hagtølini eru tó ikki nóg neyv til, at nøkur greið niðurstøða kann gerast um hetta. Dekningurin av breiðbandi í Føroyum nærkast støðugt teimum 100 %, og so at siga allir føroyingar kunnu tí um stutta tíð fáa sær breiðbands internetsamband. Hóast lækkandi prísir í 2005 er prísurin á breiðbandi í Føroyum enn nakað hægri enn í grannalondunum, og enn er ikki møguligt at tekna hald við flatrate, har prísurin fyri sambandið er óheftur av nýtsluni. Ætlanin er at: • Útbreiðslan av breiðbandshaldum í mun til íbúgvatalið við árslok 2006 skal vera í minsta lagi 18 %, og innan árslok 2008 skal útbreiðslan vera millum 5 tey bestu í OECD. 32 Vinnupolitikkur • • Stimbra útbreiðsluna av breiðbandi við at broyta skattareglurnar, so arbeiðsgevarar kunnu gjalda alt ella part av breiðbandssambandi hjá starvsfólki, uttan at tað verður roknað sum skattskyldug inntøka hjá starvsfólkunum. Fylgja gongdini á breiðbandsmarknaðinum og taka neyðug stig, um marknaðarkreftirnar og verandi reguleringsamboð ikki føra til nøktandi útbreiðslu og prísir. Umfatandi KST-ætlan Fyri at stimbra nýtsluna av kunningar- og samskiftistøkni í øllum tí føroyska samfelagnum hevur landsstýrið sett sær hesi mál: • • • • Allir føroyingar skulu við árslok 2006 hava møguleika ókeypis at ogna sær eina talgilda undirskrift. Í minsta lagi 30 % av øllum føroyingum skulu hava útvegað sær talgilda undirskrift við árslok 2007. Størri dentur skal leggjast á at integrera KST í undirvísingina í fólkaskúlanum. Hetta verður tryggjað við: o at bøta um atgongdina til teldur við háferðar-internetsambandi í fólka- og miðnámsskúlunum, o gjøgnum læraraskúlan at hækka KST-førleikan hjá nýggjum lærarum og skapa fatan fyri møguleikunum at nýta KST í undirvísingini, o eftir tørvi at skipa námsfrøðiliga KST-eftirútbúgving av verandi lærarum, og o at skipa so fyri, at tilfar og uppgávur á føroyskum verða tøkar á sentralum staði. Fyrireika verður føroysk KT-útbúgving á Master-støði, og arbeitt verður víðari við at geva møguleika fyri ph.d.-lestri, møguliga sum vinnu-ph.d, har privat virki gjalda allan ella part av kostnaðinum. Almenna fyrisitingin skal miðvíst talgildast, so borgarar og virki kunnu avgreiða síni viðurskifti við tað almenna elektróniskt. Visiónin er, at føroyska fyrisitingin innan 2015 er millum fremstu lond í heiminum innan talgilda fyrisiting, 3.5. Betri starvsfólkanýtsla Sum nevnt omanfyri er tað avmarkað, hvønn leiklut tað almenna kann hava, tá tað snýr seg um at menna starvsfólkanýtsluna í føroyskum virkjum. Tað er ábyrgdin hjá leiðslunum á einstøku virkjunum at seta starvsfólk, menna teirra førleikar og skipa arbeiðið á ein hátt, so starvsfólkini kunnu skapa størst møguligt virði fyri virkið og fyri seg sjálvi. Uppgávan hjá landinum er serliga at tryggja, at fólk kunnu nema sær eina førleikagevandi útbúgving, og at útboðið av eftirútbúgvingum er nøktandi. Harafturat er tað ein uppgáva hjá tí almenna at ganga á odda, tá tað snýr seg um skilagóða starvsfólkanýtslu (Human Ressource Management - HRM), og at tryggja, at lóggávan stuðlar upp undir skilagóða starvsfólkanýtslu í privatu vinnuni. Ætlanin er at: • • Ganga á odda sum fyrimynd innan starvsfólkanýtslu. Tryggja eitt nøktandi útboð av útbúgving og eftirútbúgving í leiðslu, m.a. innan HRM. 4. At marknaðarføra Føroyar uttanlands 33 Vinnupolitikkur At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. Týðandi táttur í altjóðagerðini er, at lítið er, sum forðar arbeiðsmegi og kapitali at fara um landamørk. Býir og landaøki, ið geva arbeiðsmegi og kapitali góð kor, draga hesar framleiðslumiðlar til sín úr økjum, har korini ikki eru so góð. Hendan atdráttarmegin og kunnleikin um góðu korini gera, at alt meira virksemi verður drigið til nýggju vakstrarøkini. Succes alir succes. Øki sum Føroyar mugu tí gera meira burtur úr marknaðarføring av sínum fyrimunum enn tey øki, ið øll kenna atdráttarmegina frá. Endamálið við marknaðarføringini av Føroyum er sostatt at kveikja áhugan hjá útlendskari arbeiðsmegi og kapitali fyri vinnu- og vinningsmøguleikum í føroyska samfelagnum og í samvinnu við áhugaðar partar her á landi. Útlendsk arbeiðsmegi og kapitalur, sum koma til Føroyar, eru áhugað í góðum vinnu- og vinningsmøguleikum - frá fyrsta degi. Hesir framleiðslumiðlarnir kenna altjóða marknaðin, har úrslitið av teirra samvirkan gevur avkastið. Teir eru innovativir og kunnu hugsast at vilja brúka verandi møguleikar øðrvísi, enn verandi vinna í Føroyum hevur gjørt. Marknaðarføringin av Føroyum sum land at gera íløgur í eigur tí ikki bert at byggja á verandi vinnur, men fevna breiðari og vísa á karmar, sum samfelagið kann bjóða. Fyri at eitt átak at fáa útlendskar íløgur til Føroyar skal eydnast, er neyðugt at: • • • • Meta um og menna vinnulívskarmarnar í Føroyum gjøgnum samskifti við útlendskar fyritøkur og stovnar. Framhaldandi at menna fatanina í Føroyum av, at útlendskar íløgur eru eitt gott og mennandi íkast til føroyska samfelagið. Framleiða tilfar, ið lýsir Føroyar á ein bæriligan, trúverdugan og positivan hátt. Kunna um Føroyar í útlondum og vísa á teir møguleikar, sum eru til staðar. Føroyingar hava ivast, tá tað snýr seg um útlendskar íløgur, men broytingar eru hendar í føroyska hugburðinum. Hetta kemur til sjóndar í lóg um aling og í uppskoti um lóg um ílegugransking. Politiskur vilji er til at fara undir at einskilja eitt nú Føroya Tele, Atlantic Airways og Føroya Banka, og er hetta eisini eitt gott høvi at gera vart við hesar og aðrar møguleikar at gera íløgur í Føroyum. Ætlanin er at marknaðarføra Føroyar miðvíst uttanlands, serliga á hesum økjum: • • • • • • • Einskiljing av almennum fyritøkum. Føroyar sum royndarøki fyri nýggjar KT-skipanir. Frálandavinna. FAS-skipanin. Aling og fiskavirking. Ílegugransking. Eitt skipasamskiftiskervi í Norðuratlantshavi. Marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum verður at halda fram í samstarvi við relevantu partarnar. Marknaðarføringin verður bæði ein generell marknaðarføring av Føroyum 34 Vinnupolitikkur gjøgnum mest virknu miðlarnar og ein marknaðarføring við meira miðvísum tiltøkum, ið venda sær beinleiðis til møguligar íleggjarar. At marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland Eitt gott ferðamannaland er eitt gott land at liva í. Hetta merkir, at í einum góðum ferðamannalandi eru samferðslu- og samskiftismøguleikarnir góðir, frítíðartilboðini eru mong og fjøltáttað, mentanarlívið er ríkt og virt, ansað verður eftir søgu og siðaarvi, og farið verður vandaliga um náttúru og umhvørvi. Her er trygt og gott at vera í vælskipaðum viðurskiftum við góðum og stimbrandi ítrivsmøguleikum. Ferðafólk eru týdningarmikil fyri Føroyar, tí at: • • • • • • Tey bera altjóða samfelagið til Føroya. Tey eru við til at halda uppi og menna flutningsleiðir og gera flutningin betri. Tey gera Føroyar kendar í útheiminum. Tey skapa persónlig sambond millum fólk í Føroyum og uttanlands. Tey gera føroyingin varugan við virði í Føroyum, sum hann ikki gáar um sjálvur, og hetta mennir mentanina. Ferðavinnan skapar meira enn fýrafalt avleitt virksemi. Menningin viðvíkjandi flutningi og kunningartøkni hevur elvt til, at ferðavinnan er heimsumfatandi, og at allur heimurin er ein felags marknaður, har alsamt fleiri lond bjóða seg fram sum ferðamál. Vaksandi kappingin setir stór krøv til at marknaðarføra ferðamál. Hildið verður, at tað at vera sjónligur, fylgja við, nýta og vera frammarlaga at brúka kunningartøkni, er týdningarmikið fyri at standa seg í kappingini. Skipað samvinna er í nógvum londum millum tað almenna og vinnuna fyri at fremja marknaðarføring og vørumenning og til tess at tryggja, at vøkstur í ferðavinnuni hevur atlit at samfelagnum annars, t.d. atlit at náttúru og umhvørvi og at vera ein partur av frítíðarvinnuni á staðnum. Menning og nýskapan í ferðavinnu kann snúgva seg um at gera ferðavinnuumstøðurnar betri, menna nýggj ferðavinnutilboð, gera kunningar- og tænastustigið betri ella menna góðskustýringarskipanir, sum skulu tryggja kundunum dygd og upplivingar. Fyri at fjøltátta møguleikarnar fyri at fleiri flogfeløg bjóða seg fram á Føroyaleiðini og soleiðis stimbra um ferðavinnuna, eigur ferðaavgjaldið at verða avtikið Ætlanin er at: • • • Miðvísa menningin av ferðavinnuni og marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamannalandi heldur áfram og við enn meiri orku komandi árini. Ferðaavgjaldið verður avtikið. Eyka fíggjarliga orkan til marknaðarføring kann fáast til vega á tann hátt, at landið játtar eina ávísa upphædd til marknaðarføring út um verandi játtan, og skulu pengarnir brúkast soleiðis, at Ferðaráðið saman við fyritøkum innan ferðavinnuna kann fara undir marknaðarføringstiltøk, ið verða fíggjað helvt um helvt av pørtunum. 35 Vinnupolitikkur Føroyar vera væntandi við í sokallaða triðja loftferðslupakka, ið hevur ta avleiðing, at loftferðslan millum ES/EBS og Føroyar verður liberaliserað. Eisini er ætlanin, at flogvøllurin í Vágum verður útbygdur. Bæði hesi tiltøkini kunnu hava við sær, at kappingin harðnar og prísirnir lækka, og skuldi tað økt um ferðingina til Føroyar. 5. Hagtøl Tað eru serliga tvær orsøkir til at tað er umráðandi við dagførdum og álitandi hagtølum: 1) At kunna eftirmeta førda politikkin og skifta kós um neyðugt. 2) Sum stýringsamboð hjá vinnulívinum. Landsstýrið hevur t.d. sett sær fyri við ítøkiligum tiltøkum at stimbra íverksetanina og KSTnýsluna fyri at gera gróðrarbotnin fyri nýskapan so góðan sum møguligt. Um vit ikki hava hagtøl á økinum ber illa til at meta, um ætlanir landsstýrisins hava haft ætlaðu ávirkanina, ella um tað er neyðugt at leggja á annan bógv. Eisini er tað umráðandi, at hagtølini eru fesk, tí torført er at stýra við støði í fleiri ára gomlum hagtølum. Landsstýrið hevur í hesum sambandi sett sær fyri framhaldandi at menna heildarbúskaparligu hagtølini og roknskaparligu hagtølini um vinnurnar, so hesi verða betri og verða framleidd títtari komandi árini. Eisini hevur landsstýrið sett sær fyri at framleiða betri hagtøl innan útbúgving, KST-nýtslu, íverksetan og nýskapan, so hesi hagtøl í nógv størri mun enn í dag kunnu nýtast sum stýringsamboð. Somuleiðis er tørvur á eini fólkateljing fyri at fáa grundleggjandi hagtøl um arbeiðsmarknaðar-, útbúgvingar-, førleika-, bústaðar- og húsarhaldsviðurskiftir til vega. • Ætlanin er at økja um orkuna hjá Hagstovuni, so hagtalsgrundarlagið verður betri, og í størri mun enn í dag kann nýtast sum stýringsamboð hjá tí almenna og hjá privata vinnulívinum. 6. Raðfesting av tiltøkum Fyrisitingarliga og fíggjarliga orkan er avmarkað, og tí er neyðugt at raðfesta ymsu tiltøkini. Við hesum atliti verður í fyrstu syftu valt at raðfesta hesi tiltøk á ávikavist bygnaðarpolitiska og mikropolitiska økinum: Bygnaðarpolitisk tiltøk: • • • Fara undir miðvísa einskiljingartilgongd. Dagføra generellu vinnulóggávuna, eitt nú kappingarlóg, ársroknskaparlóg og partafelagslógir. Havandi í huga at aliumhvørvið má ikki ovbyrjast og skal umsitast lívfrøðiliga rætt, verður alilógin endurskoða í síni heild, herundir við atliti til at tryggja at kappingin um framleiðslumiðlarnar verður javnsett, og hvussu brúksskylda verður tryggjað. 36 Vinnupolitikkur • • • • • • Sum ein liður í endurskoðanini av fiskivinnupolitikkinum er arbeiðsbólkur settur at dagføra fiskivinnupolitikkin. Hesin verður viðgjørdur serstakt, tá arbeiðsbólkurin hevur handað landsstýrismanninum uppskot til dagførdan fiskivinnupolitikk Skattareformur skal lækka inntøkuskattin og partafelagsskattin, samstundis sum skattagrundarlagið verður breiðkað. Seta tiltøk í verk, sum hækka útbúgvingarstøðið, eftirútbúgvingarstøðið og seta tiltøk í verk sum menna arbeiðsførleikan hjá ófaklærdum. Lata tryggingarmarknaðin upp fyri umheiminum. Bøta um samferðslumøguleikarnar, m.a. við at útbyggja flogvøllin og annað sambært samferðsluætlanini 2006. At seta spurningin um eina EBS-líknandi skipan og limaskap í EFTA á politiska dagsskrá. Mikropolitisk tiltøk: • • • • • • • At samskipa mannagongdir innan fyrisiting og ráðgeva um spurningar, sum hava týdning fyri íverksetarar. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land hjá útlendskum fyritøkum at gera íløgur í. At marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland, heruppií at savna og málrætta skipanir, sum kunnu nýtast til hetta endamál. At stovna eina granskarapark. At styrkja verandi granskingargrunn og menna karmarnar um sáð- og venturekapitalgrunnar. Tað er ein partur av ætlanini at virka fyri at broyta viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, so hann, meira enn nú, skal veita tolnan og váðafúsan kapital. At fremja miðvísu ætlanina, sum er gjørd fyri at menna KST-nýtsluna í Føroyum. Veita brúkarasamtakinum fíggarligan stuðul, so tað í størri mun verður ført fyri at veita brúkarum ráð og vegleiðing og at samstarva við vinnuna um brúkaraspurningar. Tá tað snýr seg um at gera skipanir í sambandi við íverksetan og at marknaðarføra Føroyar sum íløgu- og ferðamannaland, eigur at verða miðað ímóti at gera hetta á so kostnaðareffektivan hátt sum gjørligt, t.d. eisini at nýta verandi skipanir á øðrvísi hátt. Soleiðis kann bera til at bøta um marknaðarføringina, uttan at útreiðslurnar vaksa ov nógv. Samstundis kunnu positivu avleiðingarnar koma hampiliga skjótt. Stovnan av granskarapark og granskingar-, sáð- og venturegrunnum krevja munandi íløgukapital og nakað av peningi til rakstur, samstundis sum roknast kann við, at vinningur bert kemur sum frálíður. Tað kann tó ikki útilokast, at t.d. ílegugransking kann fáast í gongd innan alt ov langa tíð. Møguliga kunnu verandi grunnar, t.d. Framtaksgrunnurin og Vinnuframagrunnurin, umskipast, heilt ella partvíst, til at virka sum granskingar-, sáð- og venturegrunnar. Somuleiðis kunnu átøk at menna KST-nýtsluna í Føroyum krevja, at stórar íløgur verða gjørdar. Í nógvum førum kunnu tað vera verandi fyritøkur, sum standa fyri íløgunum. 37