1. august 2019
Dømingargrundarlagi í sambandi við skrivligu próvtøkuna á 9. floksstigi er tillagað. Eitt samlað próvtal verður givið fyri málkunnleika, staviførleiki, lurtifatan og lesifatan, har hvør parturin telur ¼.
Enskt er førleika-, vitanar- og mentanarlærugrein. Lærugreinin snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini. Kunnleiki til fremmand mál og fremmanda mentan eru vekjandi og fremjandi fyri tolsemi.
Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.
Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læruhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.
Í lærugreinini verður talað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.
Undirvísingin í enskum hevur til endamáls
Lærugreinin enskt røkkur frá 4.-10. flokk. Samlaða kravda tímatalið í lærugreinini er 630 klokkutímar frá 4. til 9. flokk. Velur næmingur enskt í 10. flokki, fær hann 120 tímar umframt.
Stig | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | F | E |
---|---|---|---|---|---|---|---|
9 | 10 | ||||||
Klokkutímatal | 60 | 90 | 120 | 120 | 120 | 120 | 120 |
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.
Lærugreinin enskt hevur 4 ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:
Stig | Kjarnaøki | |||
4.-10. | Talaða málið | Skrivaða málið | Mentan og samfelag | Málkunnleiki |
Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í enskum um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar, bæði tá ið tosað verður manna millum um viðurskifti í enskmæltum økjum, og í sambandi við enskt sum altjóða samskiftismál, tá ið um millumtjóða viðurskifti ræður. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lurta og tala í ymiskum felagsligum høpum. Í undirvísingini skal tí verða hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium, hóskandi hjálparmiðlum og ymiskum lurti- og taliháttum. Tí er umráðandi, at næmingurin verður tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann best lærir enskt í hesum sambandi.
Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg í enskum um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar, bæði tá ið tosað verður um viðurskifti í enskmæltum økjum, og í sambandi við enskt sum altjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lesa, fata, hoyra og skriva í ymiskum felagsligum høpum, við støði í ymiskum tekstsløgum. Hetta kjarnaøki snýr seg sostatt eisini um orðatilfeingi, umframt greining og tulking av tekstum, og ymiskir undirvísingarmiðlar verða nýttir – eitt nú KT – umframt at framløgur verða havdar. Næmingurin skal duga at seta sær mál umframt meta um sítt arbeiðslag og avrik, einsæris og í samstarvi við onnur. Í hesum sambandi verður hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium (umskriva hugtøk, finna samheiti o.s.fr.), hóskandi hjálparmiðlum (orðabøkur, mállæru o.s.fr.) og ymiskum lurti- og lesiháttum (lesa við ymiskum endamáli). Næmingurin skal vera tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann best lærir enskt í hesum sambandi. At lesa og skriva enskt er partur av praktiska málførleikanum og ger, at næmingurin skilir tað, hann lesur, kannar eftir og hugsar seg um, tá ið teksturin so líðandi gerst torførari. Uppgávurnar í skrivligum enskum eiga at gerast alsamt størri, og dentur skal verða lagdur á, at uppgávurnar skulu vera ymiskar og hættirnir ymiskir. Næmingurin skal samskifta á enskum við næmingar í ensktalandi londum. Næmingurin skal harumframt menna førleikan at rokna á enskum, tí hetta økir um rokniførleikan á móðurmálinum. Umráðandi er eisini, at næmingurin sleppur at brúka og menna síni samstarvsevni og síni skapandi evni.
Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelagi í ensktalandi londunum. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna enska mentan og samfelag. Undirvíst verður tí í fagurbókmentum frá nýggjari tíð, einum breiðum úrvali av øðrum enn bókmentaligum tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari tíð, og um almenn, mentanarlig, samfelagslig, vinnulig og tøkni- og náttúrufrøðilig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í Stórabretlandi, USA og øðrum enskmæltum økjum verða tikin við upp í undirvísingina.
Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin fær innlit í og lærir seg enska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru, týdningslæru og økir um orðatilfeingið til at stuðla uppundir samskiftið. Tí er umráðandi, at undirvísingarmálið í hesum sambandi er enskt. Undirvísingin skal tí fevna um fonetikk, morfologi, syntaks, semantikk, idiomatikk, orðatilfeingi, reglurnar fyri, hvussu tekstur er bygdur upp og hongur saman, standardmál og málbrigdi, og í hesum sambandi eisini um enskt sum altjóða samskiftismál.
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
Í lærugreinini enskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í enskum um at virða enska málið sum samskiftismiðil og mentanarberi. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta á enskum snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga á enskum verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. At duga at orða seg munnliga á enskum gevur næminginum harumframt møguleika at taka virknan lut í millumtjóða samskifti. Munnlig framsagnarevni fevna bæði um at lurta og at tosa.
Førleikin at lesa og skriva í enskum skal mennast og stimbrast alla tíðina, so næmingurin kann ogna sær vitan, upplýsingar og upplivingar. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At menna lesiførleikan í enskum merkir, at næmingurin sum heild mennir lesiførleikan. At skriva enskt er partur av enskundirvísingini frá byrjan. Dentur skal verða lagdur á at fáa næmingin at samskifta á enskum við næmingar í øðrum londum og at nýta KT til at røkka hesum máli.
Førleikin at rokna snýr seg í enskum um at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í enskum sín lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í enskum at duga at nýta teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur, so sum tekstviðgerðarforrit og samskiftisforrit. Næmingurin skal eisini duga at velja og meta um tær upplýsingar, hann fær. Við at nýta tøknilig amboð kann næmingurin samskifta og samstarva uttan mun til tíð og stað.
At kanna er ein íborin førleiki. Børn rannsaka umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í enskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg í enskum um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Enskt hevur ávegismál fyri 4. og 6. floksstig og endalig mál fyri 9. og 10. Floksstig. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Um endaligu málini verða eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi.
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.
Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.
Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivliga próvtøkan fevnir um málkunnleika, staviførleika, lurtifatan, lesifatan umframt framseting.
Tíðarkarmarnir fyri royndirnar eru hesir:
Uppgávurnar verða settar við støði í kjarnaøkjunum í lærugreinini.
Næmingur kann leita sær hjálp á internetinum, í lærubókum, uppgávum og øðrum lærutilfari.
Næmingi er ikki loyvt at samskifta við onnur enn umsjónarfólk, sum eru stødd í hølinum.
Skúlastjórin kann bjóða serligar próvtøkutreytir til næming við skerdum virkisførleika, tíðarkarmurin til royndina kann tá tó í mesta lagi verða øktur við 1/3 av tíðini.
Eitt samlað próvtal verður givið fyri málkunnleika, staviførleika, lurtifatan og lesfatan, har hvør parturin telur 1/4.
Eitt próvtal verður givið fyri framseting.
Í byrjanini av skúlaárinum gera lærari og skúlaleiðari í felag av, um flokkurin skal til munnliga próvtøku eftir A- ella B-próvtøkuháttinum.
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Munnliga próvtøkan fevnir um tveir tættir:
Próvhoyringin er ein samtala ímillum próvtakara og próvhoyrara, og samtalan tekur støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Ókendi teksturin verður settur við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfari og ískoytistilfari.
Próvhoyrt verður í ókendum og ótillagaðum teksti á umleið 1 ns., ella í samsvarandi vavi, um talan er um annað tekstslag enn skrivaðan tekst. Teksturin verður valdur, so at hann í tema ella á annan hátt er knýttir at evnum, økjum og tíl., sum sambært skjalfestum undirvísingargongdum hevur verið arbeitt við í undirvísingini í 9. flokki.
Próvtakarin skal lesa 4-5 viðkomandi reglur burtur úr kendum teksti, ið er partur av próvtøkuspurninginum. Lærarin velur hóskandi tekstbrot til upplestur, eisini um próvtøkuspurningurin er annað tekstslag enn skrivaður tekstur. Síðani verður próvtakarin við støði í próvtøkuspurninginum próvhoyrdur í kenda tekstinum. Próvtøkuspurningurin verður settur í lisnum tilfari í 9. flokki.
Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 9. flokki. Lisna tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 50-60 ns av styttri tekstum. Tekstirnir skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Í metingini verður hugt eftir, hvussu væl framløgan er skipað, eitt nú við atliti at greiðleika, innihaldi, málburði og tilvísing til samsvarandi greiðsluevni. Dentur verður lagdur á, at framløgan er samanhangandi, at málburðurin er greiður, at nýtslan av viðkomandi hugtøkum er fjølbroytt og trygg og at upplesturin er greiður.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni at orða seg sjálvstøðugt um innihaldið í ókenda tekstinum. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.
Próvtakarin skal duga samanhangandi at lesa 4-5 viðkomandi reglur í tekstinum hart, so tekstinnihaldið klárt framgongur av upplestrinum. Próvtakarin skal á greiðum og røttum enskum viðgera týðandi tættir í tekstinum og duga at seta tekstin í frásjón, eisini í mun til tekstir annars, sum hava verið partur av undirvísingini.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.
Munnliga próvtøkan fevnir um tveir tættir:
Próvtakarin hevur eina framløgu, har hann lýsir evnið, sum hann sjálvstøðugt hevur arbeitt við. Sjálvvalda evnið er valt við støði í skjalfestu undirvísingargongdunum úr 9. flokki. At styðja seg til hevur próvtakarin undir framløguni eina framløguætlan, ið lærarin hevur góðkent frammanundan.
Próvhoyrari og próvdómari kunnu seta dýpandi spurningar til framløgu próvtakarans.
Próvtakarin skal lesa 4-5 viðkomandi reglur burtur úr kendum teksti, ið er partur av próvtøkuspurninginum. Próvtøkuspurningurin skal vera innan fyri annað yvirskipað evni enn sjálvvalda evnið. Lærarin velur hóskandi tekstbrot til upplestur, eisini um próvtøkuspurningurin er annað tekstslag enn skrivaður tekstur. Síðani verður próvtakarin við støði í próvtøkuspurninginum próvhoyrdur í kenda tekstinum. Próvtøkuspurningurin verður settur í lisnum tilfari í 9. flokki.
Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 9. flokki. Lisna tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 50-60 ns av styttri tekstum. Tekstirnir skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Í metingini verður hugt eftir, hvussu væl framløgan er skipað, eitt nú við atliti at greiðleika, innihaldi, málburði og tilvísing til samsvarandi greiðsluevni. Dentur verður lagdur á, at framløgan er samanhangandi, at málburðurin er greiður, at nýtslan av viðkomandi hugtøkum er fjølbroytt og trygg og at upplesturin er greiður.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni at orða seg sjálvstøðugt um innihaldið í sjálvvalda evninum. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.
Við atliti at arbeiðstilgongdini í sambandi við próvtøkuhátt B verður størri dentur lagdur á yvirlit, hugdýping, innlit og frásjónargerð, enn gjørt verður, tá ið próvtøkuháttur A verður nýttur.
Próvtakarin skal duga samanhangandi at lesa 4-5 viðkomandi reglur í tekstinum hart, so tekstinnihaldið klárt framgongur av upplestrinum. Próvtakarin skal á greiðum og røttum enskum viðgera týðandi tættir í tekstinum og duga at seta tekstin í frásjón, gjarna í mun til tekstir annars, sum hava verið partur av undirvísingini.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tekstatilfarið. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, og frágreiðingin um tekstin er væl grundað. Úttalan er greið, orðatilfeingið fjølbroytt og setningsbygnaðurin rættur. Próvtakarin dugir væl at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur sett seg væl inn í tekstatilfarið. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt, og frágreiðingin um tekstin góð. Úttalan er góð, orðatilfeingið í lagi og setningsbygnaðurin sum heild rættur. Próvtakarin fær síni sjónarmið væl fram. Onkur lýti kunnu koma fyri. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, og próvtakarin hevur ikki rættiliga skilt tekstatilfarið. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men málsliga veik. Úttalan er rímiliga góð, orðatilfeingið hampiligt og setningsbygnaðurin so dánt í lagi. Týðandi lýti koma fyri. |
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Málburðurin er góður, fjølbroyttur og rættur við ongum ella bert fáum týdningarleysum villum. Próvtakarin hevur gott innlit í tekstatilfarið. Próvtakarin handfer bæði stavseting og teknseting á tryggan hátt. Svarið er ríkt og sera væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag. Onkur smávegis, men týdningarleys lýti kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Málburðurin er skilligur. Próvtakarin hevur sett seg væl inn í tekstatilfarið, og hann handfer stavseting, teknseting og setningsbygnað á hampiliga tryggan hátt. Svarið er hampiliga væl skipað, bæði í mun til innihald og tekst. Próvtakarin greiðir væl frá sínum sjónarmiðum. Tó eru fleiri minni týðandi lýti at síggja. |
02 | Nøktandi | Málburðurin er heldur veikur við fleiri eyðsýndum villum. Kunnleikin til tekstatilfarið er avmarkaður. Próvtakarin er heldur trilvandi, tá ið tað snýr seg um stavseting, teknseting og setningsbygnað. Svarið er tilvildarliga skipað, og umrøðan av tekstinum er sera trilvandi. Próvtakarin hevur ilt við at greiða frá sínum sjónarmiðum. |
Einstaki næmingurin skal ávegis í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini. Næmingurin skal hava eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.
Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.
Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivliga próvtøkan er ein uppgáva í framseting.
Skrivliga próvtøkan varir 3 tímar, og uppgávurnar í uppgávuraðnum verða settar í kjarnaøkjunum í lærugreinini.
Loyvt er at nýta hjálparmiðlar.
Í dømingini av framsetingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal duga at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, skipa svarið miðvíst, síggja próvtøkutilfarið í frásjón og orða seg rætt og fjølbroytt.
Í byrjanini av skúlaárinum gera lærari og skúlaleiðari í felag av, um flokkurin skal til munnliga próvtøku eftir A- ella B-próvtøkuháttinum.
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Munnliga próvtøkan fevnir um tveir tættir:
Próvhoyringin er ein samtala ímillum próvtakara og próvhoyrara, og samtalan tekur støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Ókendi teksturin verður settur við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfari og ískoytistilfari.
Próvhoyrt verður í ókendum og ótillagaðum á umleið 1 ns., ella í samsvarandi vavi, um talan er um annað tekstslag enn skrivaðan tekst. Teksturin verður valdur, so at hann í tema ella á annan hátt er knýttir at evnum, økjum og tíl., sum sambært skjalfestum undirvísingargongdum hevur verið arbeitt við í undirvísingini í 10. flokki.
Próvtakarin skal lesa 4-5 viðkomandi reglur burtur úr kendum teksti, ið er partur av próvtøkuspurninginum. Lærarin velur hóskandi tekstbrot til upplestur, eisini um próvtøkuspurningurin er annað tekstslag enn skrivaður tekstur. Síðani verður próvtakarin við støði í próvtøkuspurninginum próvhoyrdur í kenda tekstinum. Próvtøkuspurningurin verður settur í lisnum tilfari í 10. flokki.
Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 10. flokki. Lisna tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 60-70 ns av styttri tekstum. Tekstirnir skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni at orða seg sjálvstøðugt um innihaldið í ókenda tekstinum. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.
Í metingini verður hugt eftir, hvussu væl framløgan er skipað, eitt nú við atliti at greiðleika, innihaldi, málburði og tilvísing til samsvarandi greiðsluevni. Dentur verður lagdur á, at framløgan er samanhangandi, at málburðurin er greiður, at nýtslan av viðkomandi hugtøkum er fjølbroytt og trygg og at upplesturin er greiður.
Próvtakarin skal duga samanhangandi at lesa 4-5 viðkomandi reglur í tekstinum hart, so tekstinnihaldið klárt framgongur av upplestrinum. Próvtakarin skal á greiðum og røttum enskum viðgera týðandi tættir í tekstinum og duga at seta tekstin í frásjón, gjarna í mun til tekstir annars, sum hava verið partur av undirvísingini.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.
Munnliga próvtøkan fevnir um tveir tættir:
Próvtakarin hevur eina framløgu, har hann lýsir evnið, sum hann sjálvstøðugt hevur arbeitt við. Sjálvvalda evnið er valt við støði í skjalfestu undirvísingargongdunum úr 10. flokki. At styðja seg til hevur próvtakarin undir framløguni eina framløguætlan, ið lærarin hevur góðkent frammanundan.
Próvhoyrari og próvdómari kunnu seta dýpandi spurningar til framløgu próvtakarans.
Próvtakarin skal lesa 4-5 viðkomandi reglur burtur úr kendum teksti, ið er partur av próvtøkuspurninginum. Próvtøkuspurningurin skal vera innan fyri annað yvirskipað evni enn sjálvvalda evnið. Lærarin velur hóskandi tekstbrot til upplestur eisini um próvtøkuspurningurin er annað tekstslag enn skrivaður tekstur. Síðani verður próvtakarin við støði í próvtøkuspurninginum próvhoyrdur í kenda tekstinum. Próvtøkuspurningurin verður settur í lisnum tilfari í 10. flokki.
Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 10. flokki. Lisna tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 60-70 ns av styttri tekstum. Tekstirnir skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni at orða seg sjálvstøðugt um innihaldið í sjálvvalda evninum. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.
Við atliti at arbeiðstilgongdini í sambandi við próvtøkuhátt B verður størri dentur lagdur á yvirlit, hugdýping, innlit og frásjónargerð, enn gjørt verður, tá ið próvtøkuháttur A verður nýttur.
Í metingini verður hugt eftir, hvussu væl framløgan er skipað, eitt nú við atliti at greiðleika, innihaldi, málburði og tilvísing til samsvarandi greiðsluevni. Dentur verður lagdur á, at framløgan er samanhangandi, at málburðurin er greiður, at nýtslan av viðkomandi hugtøkum er fjølbroytt og trygg og at upplesturin er greiður.
Próvtakarin skal duga samanhangandi at lesa 4-5 viðkomandi reglur í tekstinum hart, so tekstinnihaldið klárt framgongur av upplestrinum. Próvtakarin skal á greiðum og røttum enskum viðgera týðandi tættir í tekstinum og duga at seta tekstin í frásjón, gjarna í mun til tekstir annars, sum hava verið partur av undirvísingini.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tekstatilfarið. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, og frágreiðingin um tekstin er sera væl grundað. Úttalan er greið, orðatilfeingið fjølbroytt og setningsbygnaðurin rættur. Próvtakarin dugir væl at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann hevur sett seg væl inn í tekstatilfarið. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt, og frágreiðingin um tekstin er góð. Úttalan er góð, orðatilfeingið í lagi og setningsbygnaðurin sum heild rættur. Próvtakarin fær síni sjónarmið væl fram. Onkur brek kunnu koma fyri. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, og próvtakarin hevur ikki rættiliga tak á tekstatilfarinum. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men málsliga veik. Úttalan er rímiliga góð, orðatilfeingið hampuligt og setningsbygnaðurin so dánt í lagi. Týðandi brek koma fyri. |
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Málburðurin er góður, fjølbroyttur og rættur við ongum ella bert fáum týdningarleysum villum. Próvtakarin hevur gott innlit í tekstatilfarið og handfer bæði stavseting og teknseting á tryggan hátt. Svarið er ríkt og sera væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag, og greiningin av tekstinum er sera góð. Onkur smávegis, men týdningarleys brek kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Málburðurin er skilligur, rímiliga neyvur og fjølbroyttur. Próvtakarin hevur sett seg væl inn í tekstatilfarið, og hann handfer stavseting, teknseting og setningsbygnað á hampiliga tryggan hátt. Svarið er hampiliga væl skipað, bæði í mun til innihald og tekst, og greiningin av tekstinum er góð. Tó kunnu fleiri minni týðandi villur koma fyri. |
02 | Nøktandi | Málburðurin er heldur veikur við fleiri eyðsýndum villum. Kunnleikin til tekstatilfarið er avmarkaður. Próvtakarin er heldur trilvandi, tá ið tað snýr seg um stavseting, teknseting og setningsbygnað. Svarið er tilvildarliga skipað, og umrøðan og greiningin av tekstinum sera trilvandi. Próvtakarin hevur ilt við at greiða frá sínum sjónarmiðum. |
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, samansettar tekstir ella málkunnleika.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið. Á tann hátt kundi vitan um málsøgu verið við til at gjørt fatanina av eldri tekstum meira fjøltáttaða, samstundis sum vitan um málsins bygnað t.d. kundi verið nýtt í tekstgreining.
Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini enskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av ensklærugreinini. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í enskum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini enskum mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.
Í enskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.
Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.
Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Lærugreinin enskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og almennari málfrøði og málsøgu.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.
Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í teirri eini lærugreinini, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina blaðútgávu, eina søguliga ritgerð, ella eina heimasíðu.
Ein grundgeving fyri at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.