30. juni 2014
Ferðsla er lógarkravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Skúlin ráðleggur undirvísingina í ferðslu, og ger av á hvørjum floksstigi, undirvíst verður. Sambært kunngerðini hevur flokslærarin ábyrgdina av, at skipað verður fyri undirvísing í ferðslulæru.
Umráðandi er at menna førleikarnar hjá næmingunum at ferðast trygt í ferðsluni, so at teir gerast tilvitaðir um at taka rættar avgerðir í ferðsluni.
Undirvísingin í ferðslu hevur til endamáls, at gera næmingin tilvitaðan um at taka rættar avgerðir í ferðsluni. Yvirskipaða málið er, at færri skulu doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni.
Skúlin ger av, hvussu nógv tíð, á hvørjum einstøkum floksstigi, verður tillutað undirvísingini í ferðslulæru. Læraravegleiðing í ferðslulæru til fólkaskúlan verður nýtt sum grundarlag í hesum sambandi.
Ferðsla er bert umrødd sum serstakt undirvísingarevni í námsætlanini fyri heimstaðarlæru í 1.-3. flokki. Tó er ferðslulæra kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum á ymiskum floksstigum, og tí verður mælt til at fylgja læraravegleiðingini til 2. og 3. undirvísingarpart eisini.
Fakligu kjarnaøkini í ferðslulæru fevna um:
Ferðslureglur, ið næmingurin hevur brúk fyri at kenna og duga, eitt nú at vera ansin í ferðsluni, at nýta hjálm, tá ið hann súkklar ella rulluskoytar, at nýta endurskin, at kenna ljóskurvarnar og gongufeltini og at nýta bilbelti.
Næmingurin lærir reglurnar og hugburð um at bera seg rætt at á súkklu og í myrkri í ferðsluni.
At lýsa tær avleiðingar, óskynsamar avgerðir og atburður í ferðsluni kunnu hava viðsær, eitt nú hvørja ávirkan rúsdrekka, gáloysni og ferð kann hava á ferðslutrygdina.
Í ferðslulæru eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.
At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er.
Ferðslulæra hevur ávegismál fyri 3., 6. og 9. floksstig. Ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir:
Næmingurin dugir
Einstaki næmingurin skal eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingin skal fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við fyri at lúka málini.
Eingin próvtøka er í ferðslulæru.
Víst verður til Læraravegleiðing í ferðslulæru í fólkaskúlanum.