Kjarnin í lærugreinini eru føroysk náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum hava við fiski- og sjóvinnu at gera. Náttúrugivna tilfeingið í havinum er í miðdeplinum, eins og atknýttar vinnur á sjógvi og landi, og týdningurin, tað hevur fyri føroyska samfelagið sum heild.
Endamálið við undirvísingini í fiskivinnu er:
Undirvísingin í fiskivinnu fevnir um 8.-10. flokk í fólkaskúla. Undirvíst verður 60 klokkutímar á hvørjum stigi.
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.
Í lærugreinini fiskivinnu eru kjarnaøkini lutað sundur í tvinnar høvuðsbólkar, ið fevna um 8.-9. flokk og 10. flokk. Kjarnaøkini í 10. flokki byggja á kjarnaøkini í 8.-9. flokki.
Kjarnaøki | |
8.-9. flokkur | 10. flokkur |
Sjóvinna, sigling og góður sjómansskapur
Streymur, sjóreglur Jarðarknøtturin Ættirnar Kumpassin Vitar Bjargingarútgerð Knýta knútar o.a. | Veður og tól, ið økja um trygdina á sjónum Vanlig siglingartól sum radara, plottara og tól til neyðsendarboð (VHF) Sjókortið Trol Sløkkiútgerð At sigla við seglum Røkiskap og trygd Hav og botn Aling Grind Fuglaveiðu Fiskifrøði Viðgerð, virðisøking og sølu Útbúgvingarmøguleikar |
Í gjøgnumgongdini av kjarnaøkjunum verður dentur lagdur á, at næmingurin ognar sær kunnleika og royndir í sigling og góðum sjómansskapi, umframt at skyna á veðri og umstøðum annars, og at vita, nær líkindi eru og ikki. Streymviðurskifti og sjóreglur, umframt at brúka kumpass, at kenna ættirnar og at hava kunnleika til vitar, er týðandi partur av kjarnaøkjunum. At kenna og duga at nýta bjargingarútgerð og trygdartól í sambandi við sigling eru somuleiðis týðandi partar í undirvísingini.
Í 10. flokki verður harumframt nomið við aling og veiðu annars, umframt útbúgvingarmøguleikar í sambandi við fiskivinnu.
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
Førleikamálini í fiskivinnu eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í fiskivinnu um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sermerki, ið koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin fiskivinna er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Hetta merkir m.a. at lesa tekstir á ávísum torleikastigi, at lesa myndlar og ritmyndir, ið sýna støður og einfaldar broytingar í tíð og í rúmd. Harumframt fevnir førleikin at lesa um at duga at lesa kort, talvur og skema. Førleikin at skriva snýr seg um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.
Førleikin at rokna snýr seg um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í fiskivinnu ein týðandi lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í fiskivinnu at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum ognar næmingurin sær vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark, og at goyma sítt tilfar í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari.
At kanna er íborin førleiki. Børn rannsaka umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í fiskivinnu um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi, heilsu og lívfrøðilig viðurskifti. Í fiskivinnu styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum, lívfrøðiligum umframt vinnuligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av.
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og lívfrøðilig nýbrot hava broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan. Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Eftir loknan 9. flokk dugir næmingurin:
Eftir loknan 10. flokk dugir næmingurin harumframt:
Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðumetingar, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslag og arbeiðssemi næmingsins eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.
Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.
Ongin próvtøka er í lærugreinini. Undirvísingin verður regluliga eftirmett alt árið.
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir tí at skipa undirvísingina. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu partar úr einum ella fleiri kjarnaøkjum verða samskipaðir við pørtum úr øðrum kjarnaøki. Vitan um ymisk øki styrkja um fatanina v lærugreinini og gera hana fjøltáttaða.
Munnligi tátturin í lærugreinini, ið er umrøða og viðgerð, skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í fiskivinnu. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í fiskivinnu. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini lívfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í fiskivinnu skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at spurningum, ið eru av týdningi fyri fiskivinnu.
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at viðkomandi og tíðarbær evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.
Undirvísingin verður skipað við munnligum framløgum, sum lærari og/ella næmingar skipa fyri við orðaskifti, við næmingaaktiverandi arbeiðshættum, við royndum og kanningum, umframt vitjanum á skipum, virkjum ella stovnum. Ein partur av undirvísingini fevnir um skrivligt arbeiði og framløgur.
Í fiskivinnu verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann vera framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl.
Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál, at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og íverkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Fiskivinna er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú burðardygga menning, at menna skapandi evnini og KT-førleikarnar hjá næminginum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði, t.d. við at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfaklig samanheingi.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanheingi avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.
Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í fiskivinnu, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina staðbundna framsýning, eina røð av fyrilestrum ella framløgum, eina heimasíðu, eitt blað ella eina ritgerð.
Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl – t.e. greitt og uttan stórvegis villur – ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri føroyskum máli sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og tilevnaðar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Næmingurin skal haldast til at lesa, tí eisini í fiskivinnu er tørvur á hjá næminginum at duga at lesa ymisk sløg av teksti. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Fyri at røkka góðum lesivanum er av stórum týdningi, at lesingin gerst ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar eiga at lesa í minsta lagi eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.